Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 26. februar 2022 | Nr. 9 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Tveir føroyskir gimsteinar vigast hvørt fríggjakvøld

SíÐa 8

1 Leygardagur 26. februar 2022

Góðan lesihug og góða føstulávint

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Kríggj í okkara tíð

Vit trúðu ikki, at vit skuldu uppliva tað, vit, ið eru fødd tey fyrstu áratíggjuni eftir annan verðaldarbardaga. At uppliva, at eitt land ger innrás í grannalandið.

Í Evropa.

Men tað hendi í vikuna.

Russiski statsleiðarin, sum við harðari hond hevur havt valdið í heimsins størsta landi, nærmast síðan kommunistiska Sovjetsamveldið fór í smildur, kennir seg nú so sterkan, at hann loyvir sær við ógvusligari hermegi at gera innrás í grannalandið.

Tað, ið vit upplivdu við Krim-oynni , vísti seg bara at vera ein undanroynd frá russiskari síðu.

Meir vil hava meira – og mikukvøldið kendi Putin á sær, at tíðin nú var búgvin til at hertaka teir eystastu partarnar av Ukreina, eisini kallað, Dunbas. Hann segði seg vera noyddan at gera hetta, orsaka av ukreinska áganginum móti teimum borgarum nærhendis markinum, sum siga seg stríðast fyri frælsi, men spurningurin er um tað ikki er russiskt vald, tey stríðast fyri.

Vesturheimurin og tað mesta av restini av heiminum skilir ikki boðskapin. Og vil als ikki góðtaka slíka aggressiva framferð.

Heldur ikki herheima, sum vituligt og skilligt er. Slíkur atburður skal átalast og fordømast, og sama skal einaræðisharrin, sum við hesi gerð ongantíð skal fáa nakrar sømdir aftur yvirhøvur.

Nú verður so bíðað eftir, hvussu umheimurin reagerar mótvegis Russlandi. Tiltøk skulu setast í verk, men hvørji tey verða, er enn ógreitt. Annað enn, at onkrar ávísar kontur og møguleikar hjá russiskum fyritøkum, ríkfólkum og oligarkum at hóreiggja sær fíggjarliga í vesturlondum, verða  forðaðir.

Sjálvandi skulu vit í Føroyum vera við í slíkum tiltøkum, sum senda púra greið boð til russar um, at atburðurin ikki kann góðtakast. Og sjálvandi skal verjan av mannarættindum og fólkaræði eisini ganga fram um møguligar handilsavtalur og vinnusambond.

Áhugaverdi spurningurin er, hvussu langt tiltøk í slíkum støðum skulu ganga? Hava vit rætt til at sýta russiska fólkinum mat í munnin, til dømis? Er tað rætt at forða matvørum vegin fram til tey svongu í krígsstøðu? Henda etiska spurningin eiga vit at viðgera áðrenn vit í óðum verki taka avgerð um við lóg at sýta føroyskum fyritøkum at selja fiskavørur til russar.

Íkomna krígstøðan og alheims politiska kreppan verður undir øllum umstøðum ein fíggjarligur smeitur fyri føroyska útflutningsvinnu. Sum steinur oman á byrðu, nú vit hildu, at alheims heilsukreppan var við at vera avhasað.

Tí altjóða samhandil støðgar av sær sjálvum í slíkum krígsstøðum.

Í slíkum óskiljandi støðum sum hesum, skulu vit hava samhuga við offrunum fyri krígnum. Við at nokta fyritøkum at flyta út matvørur yvir til mótsattu síðu av hermótinum, kunnu vit gerast beinleiðis orsøk til at enn fleiri offur verða rakt.

Og tað kann ikki vera meiningin.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 4835

    Lisnar síður: 13735

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 26. februar 2022

Vildi ikki hava Jacob Vestergaard aftur í landsstýrið

Fyri jól gjørdi løgmaður greitt, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur ikki sluppu aftur í landsstýrið, og tí mátti Fólkaflokkurin finna ein annan at yvirtaka fíggjarmál í landsstýrinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mikumorgunin gjørdist greitt, at tað verður Uni Rasmussen, sum fer at yvirtaka landsstýrissessin í Fíggjarmálaráðnum eftir Jørgen Niclasen, sum fór frá í farnu viku. Fyrr í vikuni vistu keldur úr Fólkaflokkinum annars at siga, at Jacob Vestergaard var eitt boð uppá ein nýggjan landsstýrismann.

Sambært Kringvarpinum gjørdist hetta tó av ongum, eftir at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður gjørdi Fólkaflokkinum greitt, at Jacob Vestergaard ikki slapp aftur í landsstýrið.

Seinastu árini hevur Jacob Vestergaard verið landsstýrismaður við fiskivinnumálum, men hann legði frá sær 20. desember fyri at taka sæti aftur á tingi og atkvøða ímóti uppskotinum um sammøður.

Løgmaður gjørdi tá greitt, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum eisini fór frá av somu orsøk, ikki sluppu aftur í landsstýrið.

Tí fall valið á Una Rasmussen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2022

3 Leygardagur 26. februar 2022

Løgmaður: - Tú ert ein fyrimynd fyri allar føroyingar

Mikudagin var Uni Rasmussen innsettur sum nýggjur landsstýrismaður við fíggjar- og samferðslumálum og varaløgmaður

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vaktarskiftið var úti í Tinganesi mikudagin. Løgmaður takkaði Jørgeni Niclasen fyri gott samstarv, nú hann er givin sum landsstýrismaður við fíggjarmálum, og samstundis bjóðaði hann Una Rasmussen vælkomnum sum nýggjur maður í fíggjarmálaráðharrastólinum.

Báðir fingu teir blómutyssi, og hin seinni fekk eisini setanarbræv.

Løgmaður ivaðist ikki í, at hann hevur fingið ein góðan mann at taka sær av landskassanum við Una Rasmussen.

- Tú hevur víst í verki, at tú ert ein merkismaður. Tú ert ikki tann, ið rópar harðast, men vit vita, at tú hevur ein vilja av stál og tað treiskni, ið skal til fyri at røkja eina slíka týdningarmikla uppgávu, segði Bárður av Steig Nielsen millum annað.

[object Object]
Nýggi landsstýrismaðurin saman við brøðrum sínum. Frá finstru Árni, Elnar, Uni og Joen Magnus (Mynd: Sverri Egholm)

Løgmaður kom eisini inn á, at nýggi landsstýrismaðurin er blindur, og nógv munnu hava ivast í, hvussu tað fer at rigga.

- Eg veit, at tað ikki verður nøkur forðing. Onki er óført hjá tær – alt letur seg gera. Tú gert onki hálvt. Tú ert av sonnum ein fyrimynd fyri allar føroyingar, segði løgmaður.

Jørgen Niclasen nýtti eisini høvið at bera nýggja landsstýrismanninum eina heilsan.

- Tú hevur vilja og treiskni og tað kann vera neyðugt í einum slíkum starvi sum hesum. Men tú skalt vita, at tú hevur ómetaliga góð fólk aftur at tær í fíggjarmálaráðnum, og tí ivist eg ikki í, at tú fert at megna uppgávuna, segði Jørgen Niclasen millum annað.

Sjálvur var Uni Rasmussen fáorðaður. Hann takkaði fyri álitið og segði seg vera spentan til at fara undir uppgávuna, hóast hann hevur trivist væl sum tingmaður, har hann hevur verið formaður í trivnaðarnevndini og eisini formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2022

4 Leygardagur 26. februar 2022

- Tænir flokkinum best at fáa nýtt andlit í leiðsluna

Umstøðurnar seinastu tíðina hava við sær, at Jørgen Niclasen hevur tikið avgerð ikki at taka við afturvali sum formaður í Fólkaflokkinum

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, takkaði á samkomu í Tinganesi mikudagin, Jørgeni Niclasen fyri tíðina, sum hann hevur verið í landsstýrinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Umstøðurnar seinastu tíðina hava við sær, at Jørgen Niclasen hevur tikið avgerð ikki at taka við afturvali sum formaður í Fólkaflokkinum.

Landsfundur Fólkafloksins skal á hvørjum ári velja formann og á komandi fundi, sum verður hálvan mars, fer Jørgen Niclasen ikki at taka við afturvali.

- Flokkurin hevur í stóran mun fingið eina nýggja byrjan við trimum nýggjum landsstýrisfólkum og nú eisini við einum nýggjum formanni eftir landsfundin.

- Fyri meg er tað at fara aftur á gamlar gøtur, nú eg skal brúka mínar royndir í Løgtinginum, Fólkaflokkinum at frama.

- Eg havi altíð sett flokkin framum meg sjálvan og eg haldi, at tað tænir flokkinum best at fáa eitt nýtt andlit í leiðsluna, sigur Jørgen Niclasen.

Jørgen Niclasen hevur verið formaður í Fólkaflokkinum síðan 2007. Hann sat fyrstu ferð á Løgtingi í 1989.

Hann hevur verið landsstýrismaður við fiskivinnumálum frá 1998-2003, landsstýrismaður við uttanríkismálum frá 2008-2011 og landsstýrismaður við fíggjarmálum frá 2011-2015 og aftur frá 2019-2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

5

Størv

Bókhaldsfólk til P/F Frost

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Lærarar til Miðnám í Suðuroy

Meira Umsóknarfreist:

Vertir og vertinnur til RIST, nýggju matstovuna í Saltangará

Meira Umsóknarfreist: 01. juni 2024

BYGGIFRØÐINGUR TIL KONTRAST

Meira Umsóknarfreist: 28. apríl 2024

Í læru sum event-tøkningur

Meira Umsóknarfreist:

Verkfrøðingur til Sev

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Vísindastarv í tólnet (IoT) til Náttúruvísindadeildina

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Sjúkrarøktarfrøðingur til Giljagarð í Leirvík

Meira Umsóknarfreist:

Skrivari til Vísindasiðseminevndina

Meira Umsóknarfreist:

Royndur bókhaldari søkist vegna kunda

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2024

Løgfrøðiligur ráðgevi - Trygd

Meira Umsóknarfreist:
6 Leygardagur 26. februar 2022

Løgmaður: Kynsbýtið verður øðrvísi um tíggju ár

Tað er ynskiligt, at bæði kynini eru umboðað í landsstýrinum, og væntar Bárður á Steig Nielsen, at hóast bert menn eru í núverandi landsstýri, verður støðan ein onnur í framtíðini

Sjálvandi er tað ynskiligt, at bæði kynini eru umboðað í landsstýrinum, eins og í løgtinginum, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í svari til fyrispurning hjá Ingilín Didriksen Strøm (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur legði frá sær sum landsstýriskvinna 20. desember, hevur eingin kvinna verið í landsstýrinum, men í framtíðini verður kynsbýtið øðrvísi.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í løgtinginum mikudagin í svari til fyrispurning hjá Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin.

Í sambandi við tilnevndingina av Árna Skaale og Sólvit Nolsøe, sum tóku við sum landsstýrismenn 6. januar, setti Ingilín Didriksen Strøm løgmanni ein fyrispurning, har hon vildi hava honum at greiða frá, um hann helt tað vera nøktandi, at eingin kvinna var í landsstýrinum, um hann heldur javnstøða eigur at vera í landsstýrinum, og um hann ætlaði at gera nakað við manglandi javnstøðuna í landsstýrinum.

Í svari tá segði løgmaður, at hann harmaðist um, at eingin kvinna er í landsstýrinum, men at tað er upp til flokkarnar at koma við uppskoti til landsstýrisfólk, sum síðani skulu góðkennast av løgmanni. Hann segði seg ikki vita um, at nakar løgmaður nakrantíð hevði tilnevnt onnur landsstýrisfólk enn tey, sum ein flokkur hevði skotið upp.

Mikumorgunin gjørdist greitt, at Uni Rasmussen fór at gerast nýggjur landsstýrismaður við fíggjarmálum, og í hesum sambandi nýtti Ingilín Didriksen Strøm høvi at endurtaka spurningin, tá ófráboðaðir fyrispurningar vóru á skránni í tinginum.

– Kann løgmaður seta krøv til, hvør verður valdur í landsstýrið?, spurdi hon.

Í svari sínum endurtók Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at tað er siðvenja, at flokkar tilnevna landsstýrisfólkini, sum løgmaður so góðkennir, um hann metir tey vera før fyri at røkja starvið.

Eisini segði hann, at tað sjálvandi er ynskiligt, at bæði kynini eru umboðað í landsstýrinum, eins og í løgtinginum, men at hann væntaði, at býtið fór at verða heilt øðrvísi um nøkur ár.

– Um tíggju ár so verður býtið heilt øðrvísi. Bæði í løgtinginum og í landsstýrinum. Vit sóu tað herfyri, tá ungdómstingið var saman, segði løgmaður, sum vísti á, at genturnar tá vóru í stórum meiriluta.

– Tað er tað, sum eg síggi fyri mær verður støðan, segði hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2022

7 Leygardagur 26. februar 2022

Føroyar fordøma russiska áganginum

Ikki semja um at støðga handilssamskiftinum við Russland í stundini - Jacob Vestergaard mælir frá at leypa á leistum

Mynd frá fiskivinnutinginum mikukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroysku politisku leiðararnir eru samdir um, at tað er illgerð, sum Putin hevur gjørt við at leypa á Ukreina.

Hetta eiga vit at fordøma. Tað søgdu Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum, Jacob Vestergaard, Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen, sum vóru gestir hjá John Johannesen í sendingini Breddanum hjá Kringvarpinum fyrrapartin hósdagin stutt eftir at tíðindini um russisku innrásina bórust.

- Hetta hoyrir ongastaðni heima. Støðan í dag er ein onnur enn í gjár, tá vit sendu eina fráboðan út. Eftir tað, sum er hent í nátt, fordøma vit russiska framferðarháttinum, segði løgmaður.

Jenis av Rana segði, at hann mikukvøldið hevði fund við danska uttanríkisráðharran, Jeppe Kofod, sum vildi hava at vita hvørja áskoðan Føroyar hevði til støðuna. Jenis gav honum boðini, at Føroyar eru við í teimum tiltøkum, sum Vesturheimurin velur at seta í verk móti Russlandi.

Hetta fegnaðist Jeppe Kofod um, segði Jenis av Rana.

Eisini Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal vóru samdir um, at vit eiga at seta tiltøk í verk og støðga handli við Russland. Vit skulu eisini seta tiltøk í verk, sum kunnu raka okkum sjálv fíggjarliga, søgdu teir.

Jacob Vestergaard fordømir eisini krígshandlingunum, men hann ávaraði ímóti at leypa framav og støðga handinum við Russland.

- Russiska fólkið skal eisini hava mat, og tað er ikki endamálið hjá okkum at russiska fólkið skal hungra. Tí eiga vit at bíða við teimum hørðu útmeldingunum og vita hvat hini vestanlondini gera.

- Fyrr hava evropeisku londini sett tiltøk í verk móti Russlandi, sum í veruleikanum ikki hava kostað teimum nakað. Tað er eitt ógvusligt tiltak at seta í verk at støðga føroyska handlinum. Tí mugu vit ansa eftir áðrenn vit loypa fram á leistum, segði Jacob Vestergaard.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

8
Leygardagur 26. februar 2022

Tveir føroyskir gimsteinar vigast hvørt fríggjakvøld

Tað var um reppið, at annar varð vrakaður í gjárkvøldið

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í gjárkvøldið var aftur X Factor á skránni hjá TV2. Í nøkur leygarkvøld hava vit sæð, hvussu tey nógvu, sum vilja sleppa at vera við, hava roynt seg. Luttakaratalið er síðan sáldað niður til 9 tey bestu, sum sleppa at royna seg í sokallaðu live-showunum.

Sent verður beinleiðis úr eini høll í einum ídnaðarøki í Brøndby, vestan fyri Keypamannahavn. Lítil luksus er yvir hesi ráu høllini, sum annars sær so fancy út á sjónvarpsskíggjanum við nógvum og flotti ljósum at ramma tónleikin og sangin inn.

Tveir føroyingar eru slopnir allan vegin til live-sendingarnar hesaferð.

Føroyingar hava góðar royndir í X Factor. Onkur er komin langt. Í 2009 vann Linda Andrews, árið eftir gjørdi Anna Nygaard tað gott og gjørdist nummar fimm og aðrir føroyingar, ið hava klárað seg væl síðan eru Sveinur Lava, nr. 3 í 2012, hálvføroyska Jasmin Dahl, ið vann saman við Antony Lopez í 2014, Jógvan Joensen nummar tvey í 2015 og Sigmund Tróndheim, nr. 3 í 2018.

Hesaferð eita føroyingarnir Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá.

[object Object]

Hon ikki heilt ókend í tónleikaumhvørvinum í Havn, hevur eitt nú víst sínar dygdir í Sement-tónleikakappingini, meðan Kári er púra ókendur heima, og er ikki byrjaður at syngja fyrr enn hann flutti til Aalborg fyri tveimum árum síðani.

Serliga 18 ára gamla Tina Mellemgaard hevur bergtikið dómarar og eygleiðarar. Longu fyrstu ferð hon lyfti rødd sína fyri dómarapanelinum vóru tey ikki í iva um, at her var ein sangari út yvir tað vanliga, og tað verður eisini spátt Tinu drúgva luttøku í ársins kapping – tó kappingin er hørð, rættiliga nógvir góðir sangarar eru við. Og tað kom veruliga fram á fyrsta live-kvøldinum.

Tað at luttakararnir ongantíð hava verið á einum so høgum støði sum í ár, er ikki bara ein frasa, sum verður brúkt fyri at skapa áhuga fyri tiltakinum. Í ár sær tað út til at vera veruleikin.

[object Object]

Tað er ikki fyri at lítisgera dygdirnar hjá Kára, at Tina verður drigin fram. Men Tina er ein meira búgvin sangari, og skrivar eisini tónleik sjálv.

Kári Fossdalsá er meira óslípaður, men kann óiva menna seg sum sangari um hann sleppur at halda fram í kappingini. Tað prógvaði hann longu í gjárkvøldið, tá hann mátti draga ein "save-me"-sang fram fyri at sann føra dómararnar - í hesum føri sín egna mentor - um hvør skuldi sleppa at halda fram.

Eftir at dreingjabólkurin hevði sungið "I morgen er der ogsð en dag" hjá Andras Odbjerg, kom toftamaðurin á pallin og sang "Thinkin' out load" hjá Ed Sheran, tí "hetta er yndissangurin hjá mær og unnustuni".

Og tað gjørdi hann sannførandi. Tónalagið í sanginum var so høgt, at Kári nærmast skuldi venda ranguna út fyri at fáa teir í skápið, og hann gjørdi tað sannførandi.

Vónandi kann henda framførsla sannføra hyggjararnar um, at hann eigur nógv gott enn at bjóða.

Tina, hinvegin, var ongantíð hótt á fyrsta liveshow'inum. Tá luttakararnir stillaðu upp at hoyra avgerðina hjá hyggjarunum, varð Tina tann fyrsta sum varð rópt fram og harvið hevði tryggjað sær víðari luttøku.

Spennandi verður at fylgja við komandi fríggjakvøldini. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2022

9 Leygardagur 26. februar 2022

40.044 krónur úr Oyndarfirði til Kabul

Síðsta fríggjadag varð skipað fyri stuðulstiltaki fyri hungursraktum børnum í Afganistan – tað var Oyndarfjarðar skúli, sum skipaði fyri

Vinningurin varð handaður Tórfinn Højgaard frá Reyða Krossi í Føroyum (Mynd: Runavíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Einalærarin Hansa M. Glerfoss og teir báðir næmingarnir í Oyndarfjarðar skúla hava í eina tíð arbeitt við eini verkætlan, sum hevði til endamáls at savna pening inn til hungursrakt børn í Afganistan. Frá at vera ein verkætlan hjá teimum trimum, endaði tað tó við, at øll bygdin gjørdist partur av ætlanini. Tað sást m.a. aftur í øllum lutunum, sum vóru seldir í skúlanum fríggjadagin.

Seinnapartin var tombolasøla, og sambært heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu var talan um sera góða undirtøku.

Frændin Steintór Rasmussen og dóttir hansara, Rakul Ró, sungu nakrar sangir. Eftir tað takkaði borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, skúlanum fyri átakið, og samstundis handaði hann Hansu M. Glerfoss eitt ískoyti frá kommununi til innsavningina, skrivar kommunan.

– Borgarstjórin fór síðan undir eina meksikanska uppboðssølu av fýra lutum: Sangskríninum hjá Steintóri & Co., einum turrum tjógvi frá Leif Petersen – úr ognarhaganum, Trom-vesti sum Linda hevði bundið, og einari troyggju sum hin 97 ára gamla Jóna Hammer hevði bundið til dagin.

– Ein sera væl eydnað løta, og fyri lok handaði Oyndarfjarðar skúli vinningin óskerdan til Tórfinn Højgaard frá Reyða Krossi í Føroyum. Harvið eru 40.044 krónur nú á veg úr Oyndarfirði til Kabul - ætlaðar neyðstøddum børnum í Afganistan, skrivar Runavíkar kommuna, sum leggur afturat, at Oyndarfjarðar skúli eigur stóran heiður uppibornan fyri átakið og hjálpina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2022

10
Leygardagur 26. februar 2022

Fleiri feløg arbeiða við at byggja nýggjar trolarar

12 tekningar liggja á borðunum hjá reiðarínunum, sum hava partrolarar, upplýsti Hanus Hansen á Fiskivinnutinginum

Hanus Hansen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Næstan øll feløgini, sum eiga partrolarar hava tosað saman, og í løtuni liggja eini 12 tekningar á borðinum, har vit, Faroe Origin og reiðaríið í Hvalba arbeiðir við at endurnýggjan sín flota.

Tað upplýsti Hanus Hansen, reiðari, á Fiskivinnutinginum, sum var á Skúlatrøð í Klaksvík mikukvøldið.

Partrolararnir hava havt møguleikan at fiska makrel, men flestu skipini hava selt makrelin víðari til uppsjóvarskip. Tó hava nøkur fá pør fiskað makrelin. 

- Vit høvdu eina umsókn at byggja fýra nýggjar partrolarar, og kravið var, at vit skuldu fáa 500 tons av makreli til hvønn bátin, so um vit høvdu fingið 2.000 tons tillutað, so hevði tað havt eitt virðið á 40 milliónir, sum er ein triðingur av samlaða veiðivirðinum hjá einum partrolara, segði Hanus Hansen, reiðari hjá Kósini, sum eigur fleiri partrolarar. 

Partrolararnir, sum hoyra til Kósina eru Stjørnan og Polarhav, Fuglberg og Skoraberg, og Safir og Smaragd.

Pørini hjá Faroe Origin, sum eisini er ein partur av hesari verkætlanini eru Stelkur og Bakur, og Heykur og Falkur.

Faroe Oirigin seldi í fjør Rók og Lerk av landinum, og loyvini vórðu deild millum hini pørini hjá felagnum.

Skipini úr Hvalba eru Hamranes og Breiðanes.

Tað vil siga, at einastu partrolararnir, sum ikki eru við í verkætlanini, sum tað ljóðar, eru Jaspis og Ametyst hjá Mortan Johannesen í Havn, sum landa fast til virkið Barðið. 

- Vit hava arbeitt saman við fleiri partrolaraeigarum, og vit hava ætlanir um at byggja heili 12 skip, men tað krevur at vit hava eitt nóg gott grundarlag, og vit eru skjótt komin har til, at vit mugu gera okkurt, um virkini skulu megna at yvirliva, segði Hanus Hansen, reiðari.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

11
Leygardagur 26. februar 2022

Árni Skaale: Føroyabanki verður latin upp fyri fleiri bólkum

Eini 300 dagar verða latnir á Føroyabanka, sigur fiskimálaráðharrin

Árni Skaale, landsstýrismaður við fiskivinnumálum (Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Hetta segði landstýrismaður við fiskivinnumálum á Fiskivinnutinginum, sum var á Skúlatrøð í vikuni.

- Vit hava havt samband við Havstovuna, og har hava vit fingið at vita, at skilabest hevði verið at givið 200 dagar til fleiri bólkar av heimaflotanum. Men vit fara at hækka hetta talið eitt vet, og eg vænti at tað fer at liggja um 300 dagar, segði Árni Skaale, fiskimálaráðharri.

Spurdur um hví fleiri bólkar, eitt nú bólkur 3, skuldu inn har at fiska eisini, svaraði Árni Skaale, at hesin parturin av flotanum eisini hevði verið við til at veitt Føroyum tey rættindi, sum Føroyar hava í dag. 

Finnbjørn Vang, sum er formaður í felagnum fyri útróðraflotan, segði, at hetta fer avgjørt at gera ein mun, men segði eisini, at tað er ein vandi fyri, at tað verður ov trongligt á leiðunum, um tey størru skipini í heimaflotanum eisini sleppa longur inn at royna, men legði aftrat, at avgerðin at lata Føroyabanka upp er ein byrjan. 

- Heilt stutt fiskaði bólkurin hjá okkum 820 tons, og hetta er minkað eitt vet, og í einari handavending gevur man Bretlandi 1.000 tons av hvítfiski. Nakað, sum kundi verið heilt gott aftrat hjá okkara skipabólki. 

Formaðurin í felagnum fyri útróðabátar følir, at landið ikki hevur nóg nógva virðing fyri teimum, eins og hinum skipabólkunum, og hann saknar, at teir eisini fáa tað umtaluna, sum er neyðug fyri at yvirliva, eins og tosað verður um aðrar partar av heimaflotanum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

12
Leygardagur 26. februar 2022

Hanus Hansen: Tað stendur illa til hjá partrolaraflotanum

Vit hava tríggjar trupulleikar við partrolaraflotanum. Teir eru at fleiri leiðir skulu latast upp, vit mugu tillaga skiljiristina, og fáa betri stødd á ungfiskinum um partrolaraflotin skal hava lívið lagað

Hanus Hansen á fiskivinnukjakinum mikukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Tað segði Hanus Hansen úr Klaksvík á fiskivinnukjakinum, sum var á skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík í sambandi við Torradagarnar. Hanus Hansen  er reiðari á einum stórum parti av partrolaraflotanum.

- Vit hava tríggjar trupulleikar og tað ,er at tað eru alt ov nógvar stongdar leiðir, skiljiristin riggar ikki heilt sum hon skal, og vit mugu kunna veiða meira ungfisk, annars klárar partrolaraflotin ikki at hanga í leingi aftrat, og vandi er fyri at tann parturin av flotanum verður lagdur, sigur Hanus Hansen.

Fiskimálaráðharrin, Árni Skaale, segði seg vera sinnaðan í at hjálpa til við ávísum viðskiftum eitt nú skiljiristini, og møguleikanum at lata upp onkrar nýggjar leiðir, men ætlanin var ikki at fara at gera tað lættari at veiða ungfisk.

Aksel V. Johannesen, formaður í javnaðarflokkinum, var samdur við Árna Skaale í teimum útsøgnunum, sum fiskimálaráðharrin kom við, og legði afturat, at man kundi lova partrolaraflotanum á aðrar leiðir at fiska. Eitt nú kundi partrolaraflotin fingið gagn av nýggi fiskivinnuavtaluni millum Føroyar og Stóra Bretland. 

Petur Steingrund, fiskivinnufrøðingur, segði, at vit skulu ansa sera væl eftir, ikki at leggja okkum eftir at veiða ov nógvum ungfisk, og at upsin helst ikki skal verða minni enn 60 sentimetrar, fyri at upsin skal hava ein møguleika at halda lív í gýtingini.

Hanus Hansen segði, at hann metti ikki, at hesin parturin skuldi fara í bretskt sjóøki, tí tann partin eigur Barentshavsflotin.

- Vit gera í løtuni eina íløgu á 1,2 milliardir til hendan fiskiskapin, so eg haldi avgjørt ikki at man skal fara at risikera nakað, tá ið man enduliga ger eina endurnýggjan av flotanum, og tí skulu vit heldur royna at gera leiðirnar undir Føroyum betri soleiðis, at vit kunnu fáa endurnýggja hendan flotan, sigur Hanus Hansen, reiðari.

Bárður á Steig Nielsen løgmaður sigur, at í løtuni hevði tað verið rætt at givið partrolarunum hesar leiðirnar, av tí at avtalan inniheldur júst fiskin, sum hesi skipini fiska, og tí hevði tað verið upplagt at gjørt eina roynd.

- Nú tá ið karmarnir eru lagdir fyri tey næstu 12 árini, so skal man líka síggja hvussu vinnan fer at tillaga seg, tá ið hon hevur fingið góðar og tryggar karmar sigur løgmaður, sum leggur aftrat, at vit mugu hugsa serliga um at tillaga flotan um tað er neyðugt. 

Fyri 20 árum síðan var avreiðingarvirði 1,5 milliardir hjá hesum partinum av heimaflotanum, men er nú minkað við meria einari helvt, sambært Árna Skaale, fiskimálaráðharra.

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn er ósamd við løgmanni í at vinnan hevur fingið tryggar karmar, men leggur aftrat, at tað er serliga uppsjóvarvinnan, sum hevur fingið tryggar karmar umframt barentshavstrolararnir. Men man hevur gloymt heimaflotan. Hon sigur, at tað er ikki útgerðin, sum er trupulleikin, men trupulleikin er meira grundlegjandi, og tað er at geva honum partinum av flotanum nógv betri fiskileiðir og betri atgongd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2022

13 Leygardagur 26. februar 2022

Símun Skaalum nýggjur stjóri í FT Samskifti

Símun Skaalum hevur verið fíggjarstjóri í Føroya Tele síðani 2016, men tekur nú við sum stjóri í FT Samskifti. Hann tekur við starvinum eftir Hans Jákup Langgaard, sum í fjør fór í annað starv

Símun Skaalum (Mynd: Føroya Tele)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Símun Skaalum sum síðani 2016 hevur verið fíggjarstjóri í Føroya Tele-samtakinum, verður nú stjóri í FT Samskifti. Hesum boðar Føroya Tele frá.

Umframt fíggjarstjóri, hevur Símun Skaalum eisini verið produkt- og marknaðarstjóri, verkætlanarleiðari og fíggjarfrøðingur síðani hann byrjaði sína starvsleið á Føroya Tele í 2012.

FT Samskifti er kundavenda felagið í samtakinum.

Stjóraskiftið merkir, at Símun fer úr starvinum sum fíggjarstjóri, og inn til nýggjur fíggjarstjóri er settur, røkir Jan Ziskasen, samtaksstjóri, starvið.

14 umsóknir komu inn til starvið sum stjóri í FT Samskifti. Símun Skaalum tekur við starvinum eftir Hans Jákupi Langgaard, sum í heyst segði stjórasessin frá sær, fyri at gerast nýggjur stjóri hjá nærmasta grannanum, Bilasøluni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2022

14
Leygardagur 26. februar 2022

Stór fjøld tók ímóti Vestmenningi

Uppsjóvarskipið Vestmenningur stevndi farna leygardag á Vestmanna fyri fyrstu ferð

(Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Nýggja skipið hjá Vestmanna Fiskavirkið kom leygardagin á Vestmanna, har nógv fólk vóru savnað at taka ímóti skipinum.

Talan er um fyrrverandi Christian, sum kom í føroyska flotan síðst í 2020, sum vestmeningar hava keypt frá klaksvíkingum.

Mánadagin yvirtóku nýggju eigararnir skipið, sum lá í dokkini á Skála, har ymiskt arbeiði varð gjørt í sambandi við yvirtøkuna.

Vestmenningur fer til fiskiskap í vár, og tá verður farið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

Vestmenningur keyptur fyri 45 milliónir krónur.

Kiran Jóanesarson og Sverri Egholm tóku myndirnar:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2022

15 Leygardagur 26. februar 2022

Semja við heilsuhjálpararnar

Skrivaðu mikudagin undir trýára sáttmála, sum gevur heilsuhjálparum eina endaløn á yvir 29.000 krónur

Mary Antonsdótir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya og Anita Fuglø frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum skriva undir sáttmálan
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikudagin kommu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya fram til eina semju um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2021, og handaðu partarnir hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi 27. september 2021. Síðan tá hava partarnir verið á seks fundum, og samdust partarnir um 8. februar 2022 at boðsenda Semingsstovninum.

Semjan inniber ein trý ára sáttmála við eini lønarhækkan:

  • Tann 1. januar 2022 hækka lønirnar 1,25%
  • Tann 1. oktober 2022 hækka lønirnar við kr. 710
  • Tann 1. oktober 2023 hækka lønirnar 2,5%

Haraftrat fáa bæði heimahjálparar og heilsuhjálparar nýtt endastig tann 1. oktober 2023 – ávikavist stig 8 og nýtt stig 13.

Í sáttmálaskeiðinum kemur endalønin hjá einum heilsuhjálpara upp um 29.000 krónur um mánaðin – umframt 15 prosent í eftirløn.

Lønarkarmurin fyri trý ára sáttmálaskeiðið liggur á sama støði, sum semjan við Starvsfelagið.

Umframt lønarbroytingarnar eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum partanna millum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

16 Leygardagur 26. februar 2022

Fakfelagssamstarvið er styrkt munandi

Fakfelagssamstarvið er styrkt munandi við nýggjari avtalu millum feløgini í samstarvinum, umframt at Heilsuhjálparafelag Føroya er vorðið nýggjur limur í Fakfelagssamstarvinum

 
SkrivaÐ:

Innsent

8.000 løntakarar standa nú aftan fyri Fakfelagssamstarvið, sum telur sjey fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, eftir at Heilsuhjálparafelag Føroya hevur fingið limaskap í samstarvinum. Limafeløgini hava eisini styrkt samstarvið munandi við einari nýggjari avtalu, sum er grundarlagið undir Fakfelagssamstarvinum.

Fakfelagssamstarvið er styrkt grundað á eina nýggja avtalu, sum knýtir feløgini tættari saman at taka við teimum avbjóðingum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum.

Tað snýr seg alla tíðina um at tryggja øll rættindi hjá løntakarunum so væl sum yvirhøvur gjørligt.

Feløgini skrivaðu undir nýggju avtaluna á felags nevndarfundi í samstarvinum í Smæruni fyrrapartin.

Avtalan, ið frameftir verður grundarlagið undir Fakfelagssamstarvinum, skipar feløgini sum eina sterka eind, har limafeløgini í tættari samstarvi enn áður virka á arbeiðsmarknaðinum, tó at endamálið við samstarvinum enn er tað sama:

“Fakfeløgini skulu hava størri styrki í samfelagnum og á tann hátt hava ávirkan á viðkomandi samfelagsmál.”

Nýggja avtalan gevur Fakfelagssamstarvinum eina sterkari almenna rødd. Ein rødd, ið hoyrist í almenna rúminum, og sum greitt talar sakina hjá lønmóttakarunum.

Fakfelagssamstarvið er nú skipað til tær uppgávurnar, ið samstarvið setir sær fyri at loysa, og á felags nevndarfundinum settu nevndirnar út í kortið, hvussu ymisku málini skulu røkkast. Fakfelagssamstarvið hevur seinastu tíðina m.a. arbeitt fyri at stytta arbeiðsvikuna og at fáa skipað viðurskiftini kring sálarliga arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássunum hjá limunum.

Limirnir í Fakfelagssamstarvinum eru: Starvsfelagið, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Akademikarafelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2022

17 Leygardagur 26. februar 2022

MBM hækkar prísirnar við 4,5 prosentum

Prísirnir á allari mjólk, mjólkaúrdráttum, djús og saft hækka við 4,5 prosentum frá 1. mars

(Mynd: mbm.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tann 1. mars hækka prísirnir á allari mjól, mjólkaúrdráttum, djús og saft frá MBM við 4,5 prosentum.

Orsøkin er, at flestu av veitarunum hjá MBM hava boðað frá, at prísirnir hækka. Órógv á altjóða flutningsmarknaðunum hevur havt við sær munandi ójavna millum útboð og eftirspurning og ein avleiðing eru stórar príshækkingar.

- Føroysk mjólk, mjólkaúrdráttir, djús og saft hava sera stóran týdning fyri føroysku familjuna og føroyska brúkaran. Tað vita vit á MBM og tískil hava vit roynt at staðið ímóti at hækka prísirnar, sigur Meginfelag Búnaðarmanna í tíðindaskrivi.

Sagt verður, at tað enn er ov tíðliga at siga, um príshækkingarnar á altjóða marknaðunum fara at standa við ella um prísirnir lækka aftur. 

- Vit fylgja neyvt støðuni og gera tað vit kunnu fyri at sleppa undan fleiri príshækkingum, sigur MBM.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

18 Leygardagur 26. februar 2022

Landsbankin: Landskassin rindar í miðal 0,35 prosent í rentu av lánsbrævaskuldini

Lánsbrævaskuldin hjá landskassanum var við ársenda 2021 4 milliardir krónur og miðal rentan av skuldini var 0,35 prosent

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Skuldin á 4 milliardir krónur er samansett av fýra lánsbrævarøðum. Ein skal rindast aftur í 2022, ein í 2023 og hinar báðar skulu rindast aftur í 2025 og 2032.

Øll fýra lánsbrævalánini eru stand­andi – tað vil siga, at bara renta, og ikki av­drátt­ur, verður gold­in í lánitíðini. Láni­upp­hæddin verður goldin aftur í einum, tá ið láni­tíðin er av.

Myndin niðanfyri vísur miðalrentuna við árenda, sum landskassin rindar av lánsbrævaskuldini.

Rentan sum landskassin rindar í sambandi við lán­tøku er nógv minkað seinastu 10 árini, eisini tí rentustøðið er lækkað so nógv. Í 2011 var rentan á lánsbrævaskuldini í miðal 3,04 prosejt. Til dømis er vert at nevna, at tað eina lánsbrævalánið á 1,3 milliardir krónur, sum var tikið í 2020 og skal rindast aftur í juni 2022, hevur 0 prosent í áljóðandi rentu.

Tað kann væntast, at rentustøðið fer at hækka í komandi tíðum.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2022

19 Leygardagur 26. februar 2022

Landsbankin: Gjaldførið hjá landskassanum gott

Ásett er við lóg, at landskassin skal hava 15 prosent av bruttotjóðarútrøkuni í gjaldføri. Hetta svaraði í 2021 til 3,3 milliardir krónur. Gjaldførið við ársenda 2021 var um 3,8 milliardir og var tí væl omanfyri minstagjaldførið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Myndin niðanfyri vísir gongdina í gjaldførinum hjá landskassanum í 2021.

Sum myndin vísur, var ríkiligt av gjaldføri frá ársbyrjan til í juni, tá landskassin rindaði aftur eitt lán á 1,4 milliardir krónur (bláa linjan). At gjaldførið við ársbyrjan 2021 var um 1,4 milliardir krónur hægri enn minstagjaldførið (grøna linjan), stavar frá lántøku í 2020, fyri at byrgja upp fyri búskaparligu avleiðingunum av covid-19.

Eftir at lánið var afturgoldið, fall gjaldførið niður á minstagjaldførið og sveiggjaði harum fram til umleið november, tá gjaldførið aftur bleiv betri.

Við ársenda var gjaldførið 500 milliónir krónur omanfyri kravda minstagjaldførið. Hetta ger at tað eisini í juni 2022, tá eitt lán á 1,3 milliardir krónur fellur til gjaldingar, er sannlíkt, at landskassin fer at rinda niður av síni skuld.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2022

20 Leygardagur 26. februar 2022

Avkastið var 141 milliónir av landskassans gjaldføri í 2021

Stórur partur av gjaldføri landskassan er sett í virðisbrøv uttanlands, og í 2021 var avkastið 3,75 prosent ella tilsamans 141 milliónir krónur. Tað vóru serliga partabrøvini sum góvu eitt gott avkast

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landskassin skal sambært lóg hava 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í gjaldføri og svaraði tað til 3,3 milliardir krónur í 2021. Landsbankin hevur sum uppgávu at ansa hesum peningi.

Landsbankanevndin hevur tí gjørt eina íløgustrategi. Endamálið er, at landskassin fær eitt hóskandi avkast, tó við atliti til váðan og eisini við atliti til, hvussu gjaldførur peningurin er, soleiðis at hann, um neyðugt, skjótt kann gerast tøkur. Millum annað loyvir íløgustrategiin, umframt at plasera í stats- og realkredittlánsbrøv, at upp til 25 prosent verður plaserað í partabrøv. Íløgustrategiin liggur á heimasíðu landsbankans.

Landskassans gjaldførið hevur í miðal síðstu fimm árini givið 2,67 prosent í avkastið og svarar tað til í miðal 90,6 milliónir krónur um árið.

Trupult er at meta um gongdina hjá avkastinum í 2022. Vaksandi inflatión, væntanir um at sentralbankar fara at tátta í og hækka renturnar, fløskuhálstrupulleikar í flutningskervinum, hækkandi orkuprísir, spenta støðan millum Ukraina og Russland, umframt nógva smittan við omikron-variantinum, gera óvissuna sera stóra. Higartil í ár hava partabrævakursirnir sveiggjað nógv og tað sama hevur avkastið av lánsbrøvum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2022

21 Leygardagur 26. februar 2022

Hagstovan: Innflutningurin methøgur í 2021

Í fjør innfluttu vit fyri 9,3 milliardir krónur, ið er 13,8 prosent hægri enn í 2020

(Savnsmynd: Hagstovan/Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í 2021 innfluttu vit fyri 9,3 milliardir krónur. Hetta er 13,8 prosent hægri enn í 2020, sambært Hagstovuni.

Innflutningsvirðið á brennievni o.t. er vaksið yvir 400 milliónir krónur í 2021. Hetta svarar til góð 43 prosent. Hetta, hóast nýtslan var áleið tann sama í 2021 sum í 2020.

Eisini var stórur vøkstur í innflutninginum av rávøru til fiskavirking og maskinur og onnur útgerð. Her vaks innflutningurin ávikavist 234 milliónir krónur og 237 milliónir krónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Lutfalsliga er rávøra til fiskavirking vaksin mest – yvir 60 prosent. Innflutningurin av feskum og heilum frystum fiski til virkingar vaks ávikavist 150 og 140 milliónir krónur í 2021, skrivar Hagstovan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2022

22 Leygardagur 26. februar 2022

2021 royndist væl hjá BankNordik

Virksemið hjá BankNordik-samtakinum stóð seg betur enn væntað í 2021. Avlopið var 272 milliónir krónur, og samtakið rindaði 80 milliónir í skatti

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ársroknskapurin hjá BankNordik ber boð um, at húsarhald og fyritøkur sum heild eru væl fyri. Nógv virksemi var á bústaðarmarknaðinum í 2021, og áhugin fyri at seta búgv uttan fyri høvuðsstaðin var vaksandi. Føroyingar fíggjaðu í alsamt størri mun bústaðin við realkredittláni, og í 2021 var vøksturin 12 prosent.

– Árið hilnaðist væl, hóast vit í samtakinum brúktu nógva orku til at umskipa okkum eftir søluna av danska virkseminum. Okkara dugnaligu starvsfólk gjørdu eitt megnararbeiði í árinum, og góða gongdin er teimum fyri at takka. Næstu tíðina fara vit at bjóða kundunum betri talgildar loysnir, m.a. við nýggja Netbankanum, ið hevur fleiri nýggjar hentleikar, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Stóra virksemið á bústaðarmarknaðinum sást eisini aftur í sølutølunum hjá Skyn, ið seldi 224 ognir og harumframt avgreiddi nógvar privatar sølur. Hjá Trygd var árið serliga merkt av fleiri stórum skaðum og skaðaendurgjøldum.

49 prosent av leiðarum kvinnur
BankNordik leggur seg eftir at reka eitt burðardygt virksemi, bæði tá ið tað snýr seg um umhvørvi, fólk og leiðslu. Samtakið hevur í nógv ár arbeitt miðvíst við at tryggja eina javna kynsumboðan í samtakinum, og við ársenda í 2021 vóru 49 prosent av øllum leiðarum kvinnur og 51 posent menn.

Samtakið hevur nú eisini sett sjóneykuna á javnstøðu í sambandi við barnsburðarfarloyvi og er farið at eggja starvsfólkum til at býta farloyvistíðina javnari millum bæði foreldur.

Grønt bústaðarlán góða undirtøku
BankNordik veitir ymisk lán, ið gera tað lættari hjá kundunum at velja umhvørvisvinarligar loysnir. Í 2021 kom eitt nýtt grønt bústaðarlán á marknaðin við lægri rentu til sethús og íbúðir, ið verða hitað við varandi orku, og higartil eru bústaðir fyri 253 milliónir krónur fíggjaðir við grøna bústaðarláninum.

Umleið 6.000 føroyingar eru partaeigarar í BankNordik, og teir fáa ágóðan av góðu gongdini í 2021. Væntandi verða 50 prosent av ársúrslitinum, t.e. 136 milliónir krónur, goldnar partaeigarunum fyri árið.

Ársroknskapurin í stuttum

  • Úrslitið fyri skatt gjørdist 340 mió. kr., harav 90 mió. kr. stava frá søluni av danska virkseminum
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 171 mió. kr. samanborið við 149 mió. kr. í 2020
  • Niðurskrivingar vórðu afturførdar fyri 77 mió. kr. samanborið við 5 mió. kr. í afturførdum niðurskrivingum í 2020
  • Rakstrarúrslitið gjørdist 248 mió. kr. samanborið við 154 mió. kr. í 2020 - 80 mió. kr. vórðu rindaðar í skatti og lønarhæddaravgjaldi
  • Útlánini vóru 7,6 mia. kr., sum er á sama stigi sum í 2020
  • Innlánini hækkaðu úr 7,8 mia. kr. í 2020 til 7,9 mia. kr.
  • Solvensurin, NEP-kapitalur íroknaður, hækkaði úr 26,4% í 2020 til 29,7% - Bankin væntar, at nettoúrslitið fyri 2022 verður millum 130 og 160 mió. kr.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2022

23
Leygardagur 26. februar 2022

Útflutningurin av fiskavørum vaksin 1,5 milliardir

Talan er um ein vøkstur í útflutningsvirði á 20 prosent, sigur Hagstovan

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í 2021 vaks útflutningurin av fiskavørum 1,5 milliardir krónur í mun til 2020. Talan er um ein vøkstur í útflutningsvirði á 19,9 prosent, og útflutta nøgdin vaks 2,9 prosent.

Sambært Hagstovuni er útflutningurin methøgur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Tað er vøkstur í flest øllum vørubólkum og í virði er tað serliga útflutningurin av laksi, sum ger mun. Har er vøksturin 1,2 milliardir krónur. Útflutningvirðið av upsa er minkað eitt lítið vet – 3,5 prosent.

Útflutta nøgdin av upsa er minkað við 12 prosent niður í 9.556 tons, sum er tað lægsta nakrantíð. Nøgdin av sild er minkað við 10,3 prosent, tó er útflutningsvirðið hækkað 14,2 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2022

24
Leygardagur 26. februar 2022

Bakkafrost: Rakstrarúrslitið var 120 milliónir í fjórða ársfjórðingi

Tøkan í fjórða ársfjórðingin 2021 var 25.800 tons - 20.700 tons í Føroyum og 5.100 tons í Skotlandi. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 310 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 214 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 28 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 89 milliónir krónur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Úrslitið eftir skatt hjá Bakkafrost fyri fjórða ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var eitt hall á 3 milliónir krónur í mun til eitt hall á 38 milliónir krónur sama ársfjórðing árið fyri. Fyri alt árið 2021 var samlaða úrslitið eftir skatt  964 milliónir krónur í mun til 463 milliónir í 2020.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Úrslitið í hesum ársfjórðinginum var serliga ávirkað av lívfrøðiligum avbjóðingum í Skotlandi. Gongdin er síðani batnað og er fellið komið niður aftur á vanligt støði. Hóast tað eisini hava verið avbjóðingar í Føroyum, so hava vit her sett nógv met í fjórða ársfjórðingi. Metstór nøgd av laksi varð tikin í einum ársfjórðingi eins og fyri árið sum heild. Fóðurfaktorurin hevur ongantíð verið so lágur og støddin á útsetta smoltinum var somuleiðis methøg. Sølan av fóðri á Havsbrún var methøg í hesum ársfjórðinginum samanborið við sama ársfjórðing undanfarin ár, eins og nøgdin fyri alt árið var metstór. Eisini var søluvirðið av liðugvørum methøgt í farna ársfjórðingi.

- Vit eru sannførd um, at átøkini sum eru sett í verk í Føroyum og í Skotlandi, fara at minka um lívfrøðiliga váðan, ið er avgerandi fyri at betra um raksturin og kappingarførið. Fyri at tryggja fígging til stóru íløguætlanina, undirskrivaðu vit í desember nýggja fimm ára lánsavtalu á 700 milliónir evrur, svarandi til á leið 5,2 milliardir krónur. Talan er um eina sokallaða “burðardygga fígging”, ið merkir, at rentan verður ásett í mun til, hvussu væl vit røkka okkara burðardygdsmálum. Hesi mál umfata egna framleiðslu av grønari orku, framhaldandi betring av fóðurfaktorinum og at minka um fellið. Røkka vit málunum, verður rentan lægri, meðan rentan hækkar, um vit ikki røkka málunum.

- Marknaðurin hevur verið sera góður í fjórða ársfjórðingi. Laksaprísurin hækkaði við í miðal 16,48 nok/kg í mun til sama ársfjórðing í 2020, hóast útboðið av laksi vaks. Marknaðarútlitini fyri 2022 eru góð eftirsum útboðið væntandi verður á leið tað sama sum í 2021, meðan eftirspurningurin hækkar, so hvørt sum avmarkingar vegna koronufarsóttina verða sleptar, og ferða- og matstovuvinnan tekur seg upp aftur.”

Samlaða tøkan í fjórða ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 25.800 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 20.700 tons tikin í Føroyum í mun til 16.000 tons sama ársfjórðing árið fyri. Í Skotlandi vórðu 5.100 tons í kruvdari vekt tikin í mun til 9.300 tons sama ársfjórðing árið fyri. Samlaða tøkan í 2021 var 97.900 tons í kruvdari vekt í mun til 86.700 tons í 2020. Harav vórðu 67.200 tons í kruvdari vekt tikin í Føroyum í mun til 50.700 tons í 2020, og 29.700 tons vórðu tikin í Skotlandi í mun til 35.000 tons í 2020.

Metstór smolt í Føroyum

Tilsamans vórðu 9,2 milliónir smolt sett út í fjórða ársfjórðingi 2021. 5,1 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum í hesum ársfjórðingi í mun til 5,5 milliónir smolt sama tíðarskeið árið fyri. Smoltvektin í Føroyum í 2021 var 382 gramm í miðal, sum er methøgt.

Ætlanin er framhaldandi at økja um støddina av smoltunum, so hvørt smoltstøðirnar verða víðkaðar. Í Skotlandi vórðu 4,2 milliónir smolt sett út í fjórða ársfjórðingi 2021 í mun til 3,9 milliónir smolt sama ársfjórðing árið fyri. Tilsamans vórðu 25,5 milliónir smolt sett út í 2021 í mun til 25,0 milliónir smolt í 2020. 14,4 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 11,1 milliónir í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 310 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2021 í mun til 143 milliónir krónur sama ársfjórðing árið fyri. Fyri alt árið 2021 var rakstrarúrslitið 1.023 milliónir krónur í mun til 588 milliónir krónur í 2020.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 282 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2021 samanborið við 63 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing árið fyri. Tøkan eins og prísirnir vóru hægri í hesum ársfjórðinginum enn í sama ársfjórðingi árið fyri. Rakstrarúrslitið fyri 2021 var 904 milliónir krónur í mun til 448 milliónir krónur árið fyri.

Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 214 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarhall á 54 milliónir fjórða ársfjórðing  árið fyri. 179 milliónir krónur vóru útreiðsluførdar fyri serliga stórt felli í ársfjórðinginum. Rakstrarúrslitið fyri 2021 var eitt hall á 249 milliónir krónur í mun til 24 milliónir krónur árið fyri.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 28 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarúrslit á 80 milliónir krónur sama ársfjórðing árið fyri. Rakstrarúrslitið fyri 2021 var 120 milliónir krónur í mun til 140 milliónir krónur árið fyri.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fjórða ársfjórðingi 2021 var 89 milliónir krónur samanborið við 48 milliónir krónur fjórða ársfjórðing árið fyri. Rakstrarúrslitið, EBITDA, fyri 2021 var 306 milliónir krónur í mun til 208 milliónir krónur árið fyri.

Í fjórða ársfjórðingi 2021 tók Havsbrún ímóti 27.300 tonsum av ráfiski í mun til 71.900 tons sama ársfjórðing árið fyri. Fyri alt árið 2021 tók Havsbrún ímóti 152.400 tonsum av ráfiski í mun til 283.300 tons árið fyri.

Havsbrún seldi 32.527 tons av fóðri í fjórða ársfjórðingi 2021 í mun til 30.885 tons sama ársfjórðing árið fyri. Fyri alt árið 2021 seldi Havsbrún 128.489 tons av fóðri í mun til 111.998 tons árið fyri.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.126 milliónir krónur við endan á fjórða ársfjórðingi 2021 í mun til 1.753 milliónir krónur við árslok 2020. Bakkafrost hevði 3.063 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fjórða ársfjórðingi 2021, og solvensurin var 64 prosent.

Á  ársaðalfundinum, sum verður fríggjadagin 29. apríl, fer nevndin at skjóta upp, at 5,14 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2022

25
Leygardagur 26. februar 2022

Fiskurin vaks væl tó stórar avbjóðingar eru við laksalús

Í Skotlandi vóru alibrúkini hjá Bakkafrost rakt av stórum stimum av hvalspýggjum í vetur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bakkafrost greiðir soleiðis frá gongdini í alingini í frágreiðingini fyri fjórða ársfjórðing 2021, ið júst er almannakunngjørd:

Í Føroyum er fiskurin vaksin sera væl í hesum ársfjórðinginum. Eisini hevur fóðurfaktorurin verið lægri enn nakrantíð áður, meðan størri avbjóðingar hava verið av laksalúsini.

Tískil hevur verið neyðugt at økja títtleikan av mekanisku lúsaviðgerðini, og hevur tað elvt til  størri felli. Í summar verður viðgerðarmegin hjá Bakkafrost munandi styrkt, tá ið nýggi stóri brunnbáturin, Bakkafossur, verður liðugur. Bakkafossur verður millum annað sera væl útgjørdur til feskvatnsviðgerð.

Miðalvektin á útsetta smoltinum í Føroyum er alsamt hækkandi, í tráð við strategiina hjá Bakkafrost um at hækka støddina á smoltinum til á leið 500 gramm í 2022. Fiskurin, ið varð tikin í 2021, varð á sinni settur á sjógv sum smolt við miðalvekt á 274 gramm.

Samanborið við hetta var miðalvektin á útsetta smoltinum í 2021 382 gramm, og verður hesin fiskur klárur til tøku seinni í ár og tíðliga í 2023. Útsettu smoltini í 2021 hava roynst sera væl í sjónum, og nógv vitan er fingin til vega, ið kann gagnnýtast framyvir í Skotlandi, so hvørt sum strategiin við stórum smolti verður innførd har.

Við  útbyggingunum av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Glyvradali, sum eru í gongd, og við nýggju smoltstøðini í Ónavík, verður í 2026 møguligt hjá Bakkafrost at framleiða meira enn 23 milliónir smolt við einari miðalvekt á 500 gramm.

Avbjóðingar í Skotlandi 
Alingin í Skotlandi hevur verið sera avbjóðandi í fjórða ársfjórðingi 2021, og fellið hevur verið óvanliga stórt. 

Fiskur, ið hevði ringa toknuheilsu, varð brádliga raktur av øðrum avbjóðingum sum t.d. stórum stimum av pinkuhvalspýggjum. Ringast var í byrjanini av ársfjórðinginum og sum fráleið batnaði støðan. Síðst í januar 2022 var fellið komið niður aftur á vanligt støði.

Í summar verður megin at viðgera við feskvatni meir enn trífaldað, tá ið Bakkafrost fær tveir nýggjar brunnbátar við tøkni at viðgera við feskvatni. Hetta verður týðandi fyri at kunna betra um toknuheilsuna hjá fiskinum, minka um lívfrøðiliga váðan og sostatt eisini minka um fellið.

Bakkafrost ætlar eisini at ala stór smolt í Skotlandi og byggir tískil nýggjar smoltstøðir har. 

Í løtuni verður smoltstøðin, Applecross, víðkað og verður væntandi liðug síðst í 2022. Tá verður árliga framleiðsluorkan á Applecross 8 milliónir smolt á 250 gramm. Komandi útbyggingar av smoltstøðum í Skotlandi fara í 2026 at geva Bakkafrost eina árliga framleiðsluorku í Skotlandi á 18 milliónir smolt á 500 gramm.

Í fjórða ársfjórðingi øktist miðalvektin á útsetta smoltinum í Skotlandi við 9 prosentum til 105 gramm í mun til 96 gramm sama tíðarskeið árið fyri.

Í 2022 verður miðalvektin væntandi 120 gramm, og fer miðalvektin væntandi at økjast munandi meira í 2023.

Bakkafrost leggur stóran dent á at minka um lívfrøðiliga váðan. Stórar íløgur  eru gjørdar seinastu árini fyri at minka um váðan, betra um effektivitetin og at tryggja burðardyggan vøkstur. Í hesum sambandi er strategiin við størri smolti ein týdningarmikil hornasteinur bæði í Føroyum og í Skotlandi. 

Smolt útseting
Í 2022 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 14,9 milliónir smolt í Føroyum og 10,8 milliónir í Skotlandi.

Til samanbering var útsetingin í Føroyum 14,5 milliónir smolt í 2021, 14,3 milliónir smolt í 2020, 12,7 milliónir í 2019 og 12,6 milliónir í 2018. Í Skotlandi var útsetingin 11,0 milliónir smolt í 2021, 10,4 milliónir smolt í 2020, 12,4 milliónir í 2019 og 8,6 milliónir í 2018.

Bakkafrost hevur kunngjørt, at væntaða tøkan fyri 2022 er 68.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 35.000 tons í Skotlandi.

Liðugvørur
Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hetta ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt. Bakkafrost miðar eftir at nýta umleið 40 prosent av tikna laksinum í Føroyum til framleiðslu av liðugvørum.

Bakkafrost hevur gjørt sáttmálar um sølu av liðugvørum fyri umleið 32 prosent av væntaðu samlaðu tøkuni í Føroyum og Skotlandi í 2022. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.

Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2022 er 753.000 tons, sum er ein lækking á 19 prosent samanborið við 2021.

Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2022 verður væntandi nakað tað sama sum  í 2021. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2022 verður mett til 130.000 tons.

Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska og skotska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2022

26 Leygardagur 26. februar 2022

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Fuglakrím aftur staðfest

58 fuglar eru kannaðir fyri fuglakrím, og ein var positivur – tað var ein svartbakur, sum varð funnin deyður í Sørvági 21. januar

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í desember 2021 varð boðað frá, at fuglakrím varð staðfest í Føroyum fyri fyrstu ferð.

Talan var um slagið HPAI H5N1, ið er sama slagið av fuglakrími, sum hevur verið í umferð í Evropa og eisini bleiv staðfest í skúgvi í Hetlandi á sumri 2021.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitti í hesum sambandi á fólk um at boða frá, um tey síggja deyðan fugl. Har tað var mett relevant, hevur sýni verið tikið av fuglunum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrivar, at tilsamans 58 fuglar vórðu kannaðir fyri fuglakrím, ein av hesum var positivur. Talan er um ein svartbak, sum varð funnin deyður á sandinum í Sørvági tann 21. januar í ár.

Sostatt er framvegis ein ávísur vandi fyri, at villur fuglur kann smitta við fuglakrím. Heilsufrøðiliga starvsstovan vil tí halda fast í tilmælið um at ansa best møguligt eftir, at heimafuglur ikki kemur í samband við villan fugl.

Ætlanin er at fara undir eina yvirvøku av fuglakrím í villum fugli aftur í vár, og nærri verður kunnað um hetta seinni, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2022

27 Leygardagur 26. februar 2022

Syrgiligur tilburður í Vágum: 52 ára gamal maður doyði

Tað er ikki vist, um tað var ein arbeiðsvanlukka tá ein 52 ára gamal maður doyði á Miðvági týsdagin. Hetta hendi tá hann var til arbeiðis á einum aliringi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein syndarligur tilburður í Miðvági kravdi týsmorgunin eitt mannalív. Talan er um ein 52 ára gamlan mann, sum var til arbeiðis úti á einum av aliringunum á vágni.

Ein annar maður var eisini við úti á aliringinum, men sá ikki tá tað hendi.

Tann 52 ára gamli er gliðin á sjógv og druknaður ella hevur fingið eitt dánilsi ella ein tilburð av onkrum slagi. Lívbjargandi fyrstahjálp varð givin á staðnum, men á Landssjúkrahúsinum kundi staðfestast, at maðurin var deyður.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2022

28 Leygardagur 26. februar 2022

Blóðroyndirnar á Landssjúkrahúsinum flyta

Mánadagin flytur ambulatoriið hjá Rannsóknarstovuni í nýumvæld hølir í B-bygninginum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mánadagin flytur ambulatoriið hjá Rannsóknarstovuni í nýumvæld hølir í B-bygninginum. Talan er um hølini til høgru fyri forhøllina.

Flytingin merkir, at kemur tú á Landssjúkrahúsið at taka blóðroynd ella EKG, skalt tú ikki longur møta í Bláa Ambulatoriinum hinumegin J.C. Svabosgøtu, men fara inn gjøgnum høvuðsdyrnar á Landssjúkrahúsinum. Skeltir og onnur kunning vísa veg inn í nýggju hølini.

Til ber framvegis til at seta bilin frá sær á parkeringsplássinum við J.C. Svabosgøtu.

Upplatinartíðirnar eru tær somu sum áður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2022

29 Leygardagur 26. februar 2022

– Landsins myndugleikar taka vónandi somu avgerð

Landsfelag pensjónista fegnast um, at Tórshavnar kommuna hevur strikað 70 ára fráfaringaraldurin, eigur hetta at verða gjørt um alt landið

Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Herfyri varð boðað frá, at Tórshavnar kommuna avtekur 70 ára fráfaringaraldurin á øllum stovnum og arbeiðsplássum, sum kommunan umsitur. Hesi tíðindi eru tey í Landsfelag Pensjónista ógvuliga fegin um.

– Landsfelag Pensjónista hevur ferð eftir ferð heitt á landsins politikararar um at banna mismuni á fólki og tryggja okkum pensjónistum javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum. Nógvir pensjónistar eru væl fyri og ynskja at verða verandi á arbeiðsmarknaðinum. Tað er tí stór íløga hjá einum landi, at fólk eru til arbeiðis, og eigur tað ikki at verða aldurin, men arbeiðsførleikin, ið avger, um ein skal av arbeiðsmarknaðinum, sigur Beate L. Samuelsen, forkvinna í skrivi, sum er sent miðlunum.

– Hetta hevur í fleiri ár verið eitt av aðalmálunum hjá felagnum at arbeiða fram ímóti. Sum støðan er, er arbeiðsloysið í landinum sera lágt, og skríggjar arbeiðsmarknaðurin eftir fólki. Tí eru vit í Landsfelag Pensjónista glað fyri, at Tórshavnar kommuna við hesi fíggjarnevndaravgerð gongur á odda hesum viðvíkjandi.

Landsfelag Pensjónista vónar nú, at landsins myndugleikar taka somu avgerð sum býráðið í høvuðsstaðnum.

– Vit vilja hava, at fráfaringaraldurin um alt landið skal burtur, og at tað ikki skal vera loyvi at siga fólki upp vegna aldur. Pensjónsaldurin skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldurin á arbeiðsmarknaðinum.

Felagið sigur, at tey fleiri ferðir hava heitt á løgtingið um at lóggeva ímóti at siga fólk úr starvi vegna aldur, og um at gera allan mismun vegna aldur á arbeiðsmarknaðinum ólógligan.

Við avgerðini hjá Tórshavnar býráð vónar felagið nú, at okkurt hendir. Næsta stigið er at lata pensjónstar arbeiða so galið, teir vilja, uttan at henda lønin, sum skattur verður goldin av, skal ganga út yvir pensjónina, sigur Landsfelag Pensjónista at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2022

30 Leygardagur 26. februar 2022

Egil og Christian fingu heiðursbrøv frá Tórshavnar kommunu

Egil Simonsen og Christian H. Christiansen vórðu heiðraðir fyri sítt arbeiði við sluppini Westward Ho

(Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hátíðarløta var í Müllers Pakkhúsi í Havn mikudagin, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Egili Simonsen og Christiani H. Christiansen heiursbrøv fyri teirra leiklut í at varðveita sluppina Westward Ho og alt annað arbeiði teirra í hesum sambandi.

[object Object]

Heiðusskjalið hjá Egil Simonsen er soljóðandi:

Í mong ár hevur Egil verið skipari á Westward Ho og ein teirra, sum hevur gingið á odda fyri at varðveita sluppina. Hann er ein eldsál í hesi týdningarmiklu varðveitsluuppgávu, sum Tórshavnar kommuna tók á seg í 2005, og var eisini við ein stóran part av tíðini, meðan Sluppgrunnurin rak hetta mentanarsøguliga skip.

Við sínum blíða lyndi og tolnu framferð hevur Egil gjøgnum árini fyrimyndarliga og ótroyttiligur lagt øðrum lag á, bæði um rigning, sigling, sjóleiðir og góðan sjómansskap. Søgufróður, sum hann er, hevur hann givið fleiri ættarliðum, bæði børnum og ungum sum eldri, ógloymandi læruríkar upplivingar og hugnaligar løtur umborð.

Westward Ho er eitt satt prýði fyri Havnina og Føroyar, og Tórshavnar kommuna fegnast um tað sjálvbodna arbeiðið, sum ger varðveitsluna av hesum mentanarsøguliga skipi møguliga, til fragd fyri allar føroyingar.”

Heiðursskjalið hjá Christian H. Christiansen er soljóðandi:

Í mong ár hevur Christian gingið á odda fyri at varðveita sluppina Westward Ho. Hann er ein eldsál í hesi týdningarmiklu varðveitsluuppgávu, sum Tórshavnar kommuna tók á seg í 2005, og var eisini við tað mesta av tíðini, meðan Sluppgrunnurin rak hetta mentanarsøguliga skip.

Trúfastur hevur Christian gjøgnum árini ansað eftir, at raksturin hevur verið skynsamur og peningur tøkur, bæði til umvælingar og tiltøk, sum skipið hevur verið karmur um. Hann hevur dugnað varðveitsluni fyrimyndarliga og tikið týdningarmikil stig til frama fyri, at enn ber til hjá føroyingum, ungum sum eldri, at uppliva hetta gamla skip í sínum rætta umhvørvi.

Westward Ho er eitt satt prýði fyri Havnina og Føroyar, og Tórshavnar kommuna  fegnast um tað sjálvbodna arbeiðið, sum ger varðveitsluna av hesum mentanarsøguliga skipi møguliga, til fragd fyri allar føroyingar.”

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

31 Leygardagur 26. februar 2022

155 lángevarar lánt Vágs kommunu pening

Hópfíggingin av kommunuskuldini eydnaðist væl, og eru tey væl nøgd, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri

(Savnsmynd: Bjartur Vest)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Herfyri valdi Vágs Kommuna at umfíggja kommunuskuldina umvegis flexfunding.fo. Umfíggingin eydnaðist væl.

Fyri trimum árum síðani valdi kommunan at hópfíggja ein part av kommunuskuldini umvegis flexfunding.fo. Hendan royndin eydnaðist somikið væl, at tá ið kommunan í ár skuldi endurfíggja partin í flexfunding, valdi kommunan at umfíggja alla kommunuskuldina í flexfunding. Hesa fer bleiv øll kommunuskuldin á 46 milliónir umfíggjað umvegis hópfígging.

Latið varð upp fyri møguligum lánarum, at læna til Vágs Kommunu til eina árliga rentu á 0,45 prosent 14. januar og 14 dagar seinni, tá flexfunding.fo lat aftur, var øll skuldin umfíggjað.

Nú umfíggingin er avgreidd av Suðuroyar Sparikassa, upplýsir kommunan á heimasíðuni, at í alt 155 lángevarar hava lænt Vágs Kommunu pening.

– Upphæddirnar, sum lángevararnir hava lænt, spenna víða, frá fáum túsund krónum til fleiri milliónir krónur. Okur eru væl nøgd við royndina at umfíggja umvegis hópfígging, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2022

32 Leygardagur 26. februar 2022

Søguliga stórur íbúðarbygningur byggjast í Runavík

Sendingin Búskapur & Vinna setti mikukvøldið sjóneykuna á leigubústaðarmarknaðin, har hyggjarin fekk innlit í spildurnýggjar skitsutekningar av Føroya størsta einstaka íbúðarbygningi, ið eftir ætlan verður bygdur í Runavík

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Runavíkar Kommuna bjóðaði í fjør út sjey grundøkir á tilsamans 10.500 fermetrar við tí fyri eyga at fáa bygt íbúðir til leigu ella eigu.

Rúni Bro Róin og Jóhannus Egholm Hansen tóku av møguleikanum, og bjóðaðu seg at keypa øll sjey grundøkini. Ein av treytunum var, at keypararnir innan eitt hálvt ár skulu gera skitsutekningar av ætlanum teirra. Tær skitsutekningarnar eru lidnar nú og blivu á fyrsti sinni sýndar almenninginum í sendingini Búskapur & Vinna mikukvøldið. 

Kend nøvn handan byggiverkætlan
Rúni Bro Róin bleiv eitt kent navn í almenninginum, tá hann fyri 10 árum síðani sum ein av stovnarunum og partnarunum í Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) beyð seg fram at byggja og reka Eysturoyartunnilin.

Síðani tá er CIP blivin heimsins nógv størsta fyritøka innan menning og fígging av grønari orkuframleiðslu, eitt nú við havvindmyllum. Rúni er framvegis partaeigari í CIP, men nú hevur hann m.a. saman við Jóhannusi Egholm Hansen, advokati, stovnað fyritøkuna St. Jørgen, sum fæst við burðardyggar íløgur í sólorku og fastogn.

Jóhannus hevur drúgvar royndir sum professionellur nevndarlimur, eitt nú í Farpay, flogvøllunum í Føroyum og Grønlandi. 

Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, hevur teknað og sniðgivið bygningin. Ósbjørn samstarvar við teknistovuna Henning Larsen, og teknaði Harpuna í Reykjavík, umframt at hann eisini hevur teknað Biskupstorgið í Klaksvík og serstaka ráðhúsið í Eysturkommunu. 

Stigtakararnir hava gjørt samstarvsavtalu við byggifyritøkuna Articon um at menna verkætlanina og standa fyri byggingini. Dávid Reinert Hansen er byggiharraráðgevi í verkætlanini. Eftir ætlan skulu fyrstu íbúðirnar vera klárar til innflyting síðst í 2024. 

Ein nýggj bygd byggjast í Leitinum
Tað er í Leitinum í Runavíkar kommunu, at ætlanin er at byggja nýskapandi íbúðarbygningin við 150 leiguíbúðum í ymiskum støddum.

Minstu búeindirnar vera 60 fermetrar netto, meðan størstu íbúðirnar vera 167 fermetrar í tveimum hæddum. Tilsamans er talan um áleið slakar 15.000 fermetrar av búareal í vakra arkitektteknaða bygninginum, ið er lagaður til lendi stutt omanfyri komandi miðbýarøkið í Runavík. Talið av búeindum svarar til eina lítla føroyska bygd aftrat.

Kostnaðarmetingin ljóðar upp á slaka hálva milliard krónur svarandi til góðar 30.000 krónur fyri fermeturin. Talan er um burðardygga bygging eftir ávísum altjóða forskriftum. Ætlanin er, at pensjónsgrunnar í Føroyum og uttanlands fíggja verkætlanina, tá bygningurin stendur liðugur. 

- Tað var ein fortreyt fyri áhuga okkara, at vit kunnu byggja ein nóg stóran íbúðarbygning, tí annars verður tað ov tungt at fáa pensjónskassar at fíggja, greiddi Rúni Bro Róin frá í sendingini. Og her upplivdu vit eina progressiva kommunu í Runavíkar kommunu, sum eisini dugdi at síggja virði í hugskotinum.

Í sendingini greiddi Jóhannus Egholm Hansen eisini frá ætlan teirra um at gera ein parkeringstunnil inni í fjallinum aftanfyri stóra íbúðarbygningin. Tey gott 200 parkeringsplássini og bilarnir verða tá goymd burtur og órógva ikki vakra umhvørvið í økinum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

33 Leygardagur 26. februar 2022

24 nýggjar íbúðir oman Vallrætt

Íbúðabygningurin verður í trimum hæddum, og íbúðirnar verða 130, 90 og 50 fermetrar til støddar

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ongantíð áður hava so nógvir bústaðir verið bygdir í Klaksvíkar kommunu. Talan er um bæði nýggj sethús og íbúðabygging í ymiskum støddum. Menningin tykist at halda fram, tí býráðið í Klaksvík hevur í vikuni samtykt eina íbúðaverkætlan oman Vallrætt, har Norðhús fer undir at byggja 24 íbúðir í trimum ymiskum støddum.

- Uppskotið er væl úr hondum greitt, og lutfallið millum størri og minni íbúðir er sera áhugavert. Eg síggi fyri mær, at ein slík íbúðaverkætlanin kann nøkta tørvin hjá einum fjølbroyttum málbólki, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu við klaksvik.fo.

- Vit hava í nógv ár vant okkum við, at vit skulu búleikast í egnum sethúsum, tí møguleikin til annað hevur verið avmarkaður. Økta íbúðabyggingin gevur fleiri møguleikar, og tað trúgvi eg kann vera við til at fáa bæði ung og eldri, familjur og stakar uppihaldarar at støðast í býnum, og tað er gleðiligt, sigur borgarstjórin.

Gunvá við Keldu, forkvinna í umhvørvis- og býarskipanarnevndini, fegnast eisini um, at býráðið stendur saman um slíkar verkætlanir.

- Tað er tørvur á, at vit standa saman í stóru og krevjandi útbyggingunum av kommununi. Tað hava vit gjørt fyrr, og tað eiga vit at halda fast í. Gott samstarv við vinnuna er somuleiðis ein fortreyt fyri menning av býnum. Mett verður, at saman við teimum byggiloyvum, sum vórðu givin fjør, og teimum verkætlanum, sum fara í gongd í ár, verða á leið 150 búeindir klárar tey næstu tvey árini. Aftur at hesum kemur eisini útstykking til sethús.

- Fólkatalið í Klaksvík og í kommununi setur met, og merkir tað, at vit sum kommuna áhaldandi mugu síggja møguleikar og skapa karmarnar, soleiðis at tað kann gerast lagaligt fyri allar borgarar at búleikast her. Tí fegnist eg almikið um, at íbúðaverkætlanin inniheldur bæði skipan av bygninginum og kringumstøðunum. Uttanumøkið og kringumstøðurnar hava eins stóra ávirkan á trivnaðin sum sjálv innrættingin av bygningunum, sigur Gunvá við Keldu.

Tað er Fuglark, eftir áheitan frá Norðhús, sum hevur gjørt skitsuuppskotið, sum fevnir um 24 íbúðir. Íbúðabygningurin er í trimum hæddum, og eru íbúðirnar 130, 90 og 50 fermetrar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

34 Leygardagur 26. februar 2022

Sankta Frans skúli fær loksins framhaldsdeild

Býráðið hevur sett sær fyri, at skúlaárið 2023/24 verður framhaldsdeild skipað í Sankta Frans skúla, so at til ber at ganga øll árini frá forskúla til 9. flokk í skúlanum, júst sum næmingarnir í hinum skúlunum kunnu

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sankta Frans skúli fær nú loksins eina framhaldsdeild. Hetta samtykti Tórshavnar býráð hóskvøldið.

Hetta er eitt gott mál fyri skúlan, skúlabørnini og Havnina, nú stórur fólkavøkstur er, skrivar kommunan.

Sankta Frans skúli er vælumtóktur skúli, sum hevur gingið undan við forskúla í meira enn hálva øld. Men tó hevur altíð manglað ein framhaldsdeild, og hava næmingarnir verið noyddir at flyta í annan skúla, tá tey skulu í 8. flokk. Hetta verður nú søga.

Býráðið hevur sett sær fyri, at framhaldsdeild skipað í Sankta Frans skúla frá skúlaárinum 2023/24, so at til ber at ganga øll árini frá forskúla til 9. flokk í skúlanum, júst sum næmingarnir í hinum skúlunum kunnu. Ætlanin er at byggja nýggj skúlahøli til endamálið, hetta arbeiðið fer í gongd beinanvegin, skrivar kommunan.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur seg fegnast um, at Sankta Frans skúli loksins fær somu møguleikar sum hinir skúlarnir.

– Tað hevur stóran týdning fyri menningina hjá børnunum og fyri undirvísingarætlanina yvir ár. Býráðið hevur eisini samtykt, at skúlar við framhaldsdeild kunnu skipa rásir og tilboð, so at næmingarnir kunnu fáa fleiri valmøguleikar. Býráðið samtykti eisini, at skúlarnir skulu samstarva um hetta, alt fyri næmingsins besta, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2022

35 Leygardagur 26. februar 2022

Skúlamálini loyst

Tórshavnar býráð hevur samtykt, at næmingarnir í 7. flokki í Sankta Frans skúla fara í 8. flokk í Skúlanum á Fløtum næsta skúlaár

Skúlin á Fløtum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tórshavnar býráð hevur samtykt, at næmingarnir í 7. flokki í Sankta Frans skúla fara í 8. flokk í Skúlanum á Fløtum skúlaárið 2022/23.

Eisini verða 14 børn, sum áður hava fingið boð um, at tey ikki eru innskrivað í 1. flokki í tí skúla, har tey ganga í forskúla og hava sysktin, kortini innskrivað í skúlan. Talan er um 8 børn í Skúlanum á Fløtum og 6 børn í Sankta Frans skúla.

Hetta er úrslitið eftir samskifti við Uttanríkis- og mentamálarðáð, sum hevur góðkent broytingarnar.

Aðrar broytingar vórðu eisini samtyktar, sum tó skulu hava góðkenning frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Hesar broytingar eru, at frá skúlaárinum 2023/24 verður framhaldsdeild skipað í Sankta Frans skúla, og skúlabygnaðurin í Skúlanum á Fløtum eisini broyttur, har hádeildin verður fýra spor og hølismøguleikar tøkir til serøkið.

Harumframt flyta næmingar frá skúlaárinum 2022/23 í Velbastaðar skúla í 7. flokk í Skúlanum á Fløtum og næmingar í Kaldbaks skúla flyta í 7. flokk í Eysturskúlanum.

Leiðreglurnar fyri upptøku av børnum í forskúla og 1. flokk verða eisini tillagaðar. Millum annað skulu børn, ið verða innskrivað í forskúla, búgva í upptøkuøkinum. Í hesum sambandi hevur býráðið eisini samtykt, at forskúlar skulu skipast sum tilboð í øllum kommunalu skúlunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2022

36 Leygardagur 26. februar 2022

Breiðka Norðrara Ringveg við Norðurlandahúsið

Ferðslan, sum skal snara til vinstru inn til Norðurlandahúsið, er til ampa fyri ferðsluna, sum skal eystureftir á Norðrara Ringveg, og hevur vegurin tí tørv á einari dagføring, sigur Tórshavnar kommuna

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Norðrari Ringvegur í Havn verður nú dagførdur og breiðkaður, so pláss verður fyri vinstrasvingsbreyt til Norðurlandahúsið fyri ferðsluni eystureftir, busslumma í sunnaru síðu og súkklubreyt í sunnaru síðu og gonguteigi við miðoyggj.

Norðrari Ringvegur hevur tørv á einari dagføring. Ferðslan, sum skal snara til vinstru inn til Norðurlandahúsið, er til ampa fyri ferðsluna, sum skal eystureftir á Norðrara Ringveg.

Tað er tøvur á einum busslumma í sunnara borði av vegnum. Í dag steðgar bussurin úti á vegnum, tað ger eisini, at ferðslan má steðga og fólk, sum koma úr bussinum, ikki vita hvar tey skula fara yvir um vegin.

Í sambandi við hesa dagføring er eisini nøktandi øki til súkklubreyt í sunnaru síðu, frá Áargeil til rundkoyringina við Sundsvegin. Av tí at SEV er í holt við at leggja ein elkaðal í sunnaru gongubreyt, er tað eitt upplagt høvi at breiðka Norðrara Ringveg nú.

Arbeiðið við at dagførða Ringvegin framvið Norðurlandahúsinum er boðið út, og lægsta boð átti J&K. Býráðið skuldi hóskvøldið taka støðu til eitt tilmæli frá teknisku envnd og fíggjarnevndini um fígging til endamálið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2022

37 Leygardagur 26. februar 2022

Reisigildi av nýggja dagstovninum við Gøtugjóv

Dagstovnurin, sum væntandi verður liðugur í desember, kemur at rúma 112 børnum

(Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðsta fríggjadag var reisigildi av nýggja dagstovninum Gjáa við Gøtugjógv.

Nýggi dagstovnurin verður umleið 1.300 fermetrar brutto í tveimum hæddum og kemur at hýsa fýra barnagarðsstovum og fýra vøggustovum – íalt átta stovur við tilhoyrandi inngongd, vesir, gardrobur, goymslurúm. Frammanfyri bygningin, verður í báðum hæddum útlagt eitt spæliøki.

Dagstovnurin kemur at rúma íalt 112 børnum – 60 barnagarðsbørn og 52 vøggustovubørn, skrivar Eysturkommuna.

Bygningurin, sum væntandi verður liðugur í desember, er komin væl áleiðis. Osbjørn Jacobsen Arkitektar hava teknað dagstovnin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2022

38 Leygardagur 26. februar 2022

Bjóða øki út til bygging av frítíðarhúsum í Hesti

Fleiri ynskja at ogna sær frítíðarhús í oynni, og Tórshavnar kommuna fer at bjóða tveir matrikklar út til frítíðarhús skjótt. Talan er um eitt øki niðri við havnarlagið

(Mynd: Óluva Zachariassen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinastu árini er fólkatalið í Hesti støðugt minkað, helst bæði orsakað av vánaliga sambandinum til oynna, men eisini orsakað av vantandi tilboðum í oynni, umframt at lítið og einki arbeiðsvirksemi er.

Hetta hevur havt við sær, at fleiri og fleiri síggja møguleikar í at menna oynna til eina ferðavinnuoyggj. Eisini vísir tað seg, at fleiri og fleiri ynskja at ogna sær frítíðarhús í oynni.

Hesi hugskot ynskir kommunan at stimbra undir, og tí verður farið undir at bjóða tveir matrikklar út til at byggja frítíðarhús á.

Talan er um eitt øki, sum í byggisamtyktini er lagt út til frítíðarhús, og eitt øki, sum liggur niðri við havnalagið. Kommunan eigur bæði økini, og umsitingin fer at tosa við umboð úr Hesti um verkætlanina, áðrenn endaliga útbjóðingarskrivið verður lagt út alment at bjóða uppá.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2022

39 Leygardagur 26. februar 2022

Sunda kommuna hevur styrkt um umsjónina

Í sambandi við fíggjarætlanina varð peningur settur av til at styrkja um starvsfólkahópin á økinum, og hevur kommunan sett Einar Hansen, Jóhann Poulsen og Kristian Holm í starv

Einar Hansen og Jóhann Poulsen (Mynd: Sunda kommuna)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í sambandi við fíggjarætlanina 2022 samtykti býráðið í Sunda kommunu, at umsjónin í kommununi skuldi hava hægri raðfesting, og setti pening av til at styrkja um starvsfólkahópin á økinum.

Peningur varð settur av til at seta tvey fólk afturat á ognareindini.

Ognareindin í Sunda kommunu útinnur ymiskar byggiverkætlanir, hevur umsjón við kommunalum bygningum og ger fyrifallandi arbeiði í øllum 11 bygdunum í kommununi. Størvini blivu lýst leys, og fyrst í februar setti Sunda kommuna Einar Hansen og Jóhann Poulsen í starv sum umsjónarmenn á ognareindini.

Harumframt varð játtan sett av til at seta eitt fólk at hava umsjón av Røktarheiminum á Mørkini og ítróttarøkinum við Margáir. Hetta starvið er sett í samstarvi við VEKS og verður fíggjað av báðum pørtum.

Sunda kommuna hevur sett Kristian Holm í starvið sum umsjónarmaður á Mørkini og við Margáir. Hetta er eitt nýtt starv, tó at Kristian Holm longu í nøkur ár, hevur havt til uppgávu at halda eyga við ítróttaøkinum við Margáir, nakrar tímar um mánaðin.

[object Object]
Kristian Holm (Mynd: Sunda kommuna)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2022

40 Leygardagur 26. februar 2022

Jóhan Petur Johannesen á býráðsfundi fyri fyrstu ferð

Annfinn Brekkstein barst frá at møta á býráðsfundi hósdagin

Mynd: torshavn.fo
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á býráðsvalinum í Havn í 2020 var Jóhan Petur Johannesen næstvaldur á Sambandslistanum. 

Hóskvøldið barst Annfinni Brekkstein frá at møta á býráðsfundi, og harvið tók Jóhan Petur sætið.

Hetta var fyrsti ferð, at hann er við á býráðsfundi, skrivar Tórshavnr kommuna.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

41 Leygardagur 26. februar 2022

Røktarheim og røktaríbúðir byggjast á Stórubrekku

Talan er um eitt røktarheim við 64 búplássum og 16 atknýttum røktaríbúðum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Arbeitt verður við at gera byggiskrá til bygging av nýggjum røktarheimi og atknýttum røktaríbúðum á Stórubrekku í Hoyvík. Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu stendur fyri hesum arbeiði.

Sambært kommununi er talan um eitt røktarheim við 64 búplássum og 16 atknýttum røktaríbúðum.

Byggiskráin verður liðug nú í summar, og verkætlanin skal eftir ætlan bjóðast út seint í ár. Bygginevndin hevur tikið støðu til at bjóða arbeiðstøkuna út í høvuðsarbeiðstøku, m.a. tí talan er um eina sera stóra verkætlan.

– Ynski er eisini at leggja dent á vælferðatøkni sum heild í røkt í Tórshavnar kommunu. Umsitingin er í gongd at fáa lýst krøv til vælferðatøkni í byggiskránni, soleiðis at hetta verður knýtt í hesa verkætlan.

– Býráðið skal nú játta pening til uppstart, forkanningar, ráðgeving, fyrireiking til útbjóðing av verkætlanini. Harumfrat skal umsitingin hava heimild at bjóða verkætlanina út og at fara undir sáttmálasamráðingar við vinnandi ráðgevarafyritøkuna, skrivar kommunan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2022

42 Leygardagur 26. februar 2022

Tríggir maskinmeistarar fingið prógv

Prógvhandan var á Vinnuháskúlanum fríggjadagin

Pauli Bo Petersen, Heri Eyðunsson Kjærbo og Petur Hans A. Joensen (Mynd: Vinnuháskúlin)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin 25. februar, var prógvhandan á Vinnuháskúlanum.

Tríggir mans fingu prógv sum maskinmeistarar. Teir vóru Pauli Bo Petersen, Heri Eyðunsson Kjærbo og Petur Hans A. Joensen.

Síðst í januar fekk Oddur Ø. Simonsen eisini prógv sum skipari, skrivar Vinnuháskúlin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2022

43 Leygardagur 26. februar 2022

Fleiri starvsdagar hjá Tórshavnar havn

Undanfarnu viku var vórðu fleiri starvsdagar hátíðarhildnir á havnaskrivstovuni

(Mynd: Tórshavnar kommuna/Facebook)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Vit trúgva uppá, at tað at hava trúføst starvsfólk hevur alstóran týdning, tí tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum. Og eingin ivi er um, hvussu stóran týdning tað hevur at hava starvsfólk, sum hava so drúgvar royndir, sum tit hava. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

Soleiðis segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, í farnu viku í sambandi við, at fleiri starvsfólkadagar vórðu hátíðarhildnir á Havnaskrivstovuni.

Talan var um seks rundar starvsdagar.

[object Object]

John Ove Hansen byrjaði at arbeiða hjá Tórshavnar havn í 1977 – tað er nú nógv fleiri enn 30 ár siðan.

Tá John bleiv settur í starv, var hann settur sum kranførari. Tá var nógv kranarbeiði. Bátar landaðu nógv til Bacalao, og tað vóru ikki nógvir kranar í økinum. Men aftan á 10 ár valdi John at fara í annað starv, og í 1993 valdi John at koma aftur til tað trygga og góða arbeiðsplássið.

Eitt skifti stóð John eisini fyri umsjónini við smábátunum. Nógv tey seinastu árini hevur John millum annað staðið fyri umvælingum av ognunum hjá Tórshavnar havn.

Jógvan Páll Jensen hátíðarhelt eisini, at hann hevði arbeitt hjá Tórshavnar Havn í meira enn 30 ár. Hann byrjaði at arbeiða har í 1988.

Høvuðsarbeiðið hjá Jógvan Páll var øll tey fyrstu árini at koyra kranan. Jógvan Páll er eisini navigatørur, og hevur hann tí eisini tikið nógvar vaktir sum havnaumsjónarmaður.

Tað var Arnbjørn Christiansen, sum kundi hátíðarhalda 20 ára starvsdag. Hann byrjaði at arbeiða hjá Tórshavnar havn í 2001.

Áðrenn Arnbjørn kom til Tórshavnar havn, virkaði hann sum kommunuskrivari í Kollafirði. Tórshavnar- og Kollafjarðar kommunur blivu lagdar saman í 2000, tá Arnbjørn kom í starv hjá Tórshavnar havn.

Sigga Nielsen byrjaði í starvi hjá Tórshavnar havn 5. august 2002. Øll árini hevur hon arbeitt niðursetta tíð. Høvuðsarbeiðið hjá Siggu er umsiting av vørugjøldum, umframt partar av bókhaldinum.

Niels Kári Samuelsen varð settur í starv í 2004. Niels Kári byrjaði við at gera fyrifallandi uppgávur, og koyrdi nógv lastbilin. Vit kenna tó Niels Kára frá, at hann umsitur bátaplássini.

Sigird Otthamar bleiv settur í starv í 2014. Á Havnarskrivstovuni var Sigird kendur frammanundan, tí hann arbeiddi eitt skifti sum pakkhúsformaður. Beint áðrenn Sigird kom í starv hjá Tórshavnar havn, sigldi hann sum skipari við útlendskum skipum.

Eisini vóru nøkur orð søgd um fráfarandi havnameistaran, Jónsvein Lamhauge, sum í vár gevst, nú hann er vorðin 65 ára gamal. Hann hevur arbeitt hjá Tórshavnar havn síðan 1985 og verið havnameistari síðan 1993.

– Jónsvein tók við starvinum sum havnameistari í ringastu krepputíð. Hann hevur fortalt, at hann heldur ikki, at starvið varð lýst leyst, hann fekk tað í boði og tók við starvinum. – Og mann má siga, at hann er komin væl frá hesari uppgávu, segði borgarstjórin.

– Sum havnameistari hevur Jónsvein staðið fyri stórum útbyggingum í Tórshavnar havn: Skansabryggjan og Molin í 90-unum, Eystara bryggja til nýggju Norrønu og Smyril, Kollafjørður og Oyrareingir í nullunum. Stóra havnabyggingin, sum nú er um at vera liðug, Sjóvinnuhúsið og nú bátahylin í Álakerði.

– Jónsvein er eisini ein av drívmegini í Westward HO. Hann er reiðari og syrgir fyri at viðlíkahalda sluppuna og at hon er eitt prýði fyri býin. Vit vænta, at hann heldur fram við í arbeiðnum við Westward Ho, tað er gott pensionsistaarbeiði og sera gott sosialt arbeiði fyri menn.

– Sum persónur er Jónsvein álítandi, ger sítt arbeiðið væl og er samvitskufullur. Tað sigst, at hann ansar sera væl eftir pengunum hjá Tórshavnar havn, tað kann eisini vera ein dygd. Onkur av starvsfólkunum hevur nevnt, at tá Jónsvein varð spurdur um játtan til t.d. ein arbeiðsbil, so var fyrsta svarið altíð NEI. Men hetta var ikki altíð tað endaliga svarið. Sjálvur hevur Jónsvein gingið ella brúkt súkklu tað mesta av tíðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2022

44 Leygardagur 26. februar 2022

Kathrina 25 ára starvsdag

Í samfull 25 ár hevur Kathrina G. Joensen arbeitt við børnum í Sjóvar kommunu

(Mynd: Sjóvar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Týsdagin 8. februar, í sambandi við starvsfólkafundi á dagstovninum Lítlafløtti á Strondum, handaði Sóleyð D. Joensen, leiðari, Kathrinu G. Joensen blómutyssi og flott armbandsur í sambandi við 25 ára starvsdag hennara.

Sóleyð og borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen, hildu eisini røður fyri Kathrinu, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Í samfull 25 ár hevur Kathrina G. Joensen arbeitt við børnum í Sjóvar kommunu. Hon byrjaði sum dagrøktari 1. februar 1997, og helt hon fram í hesum starvi til dagrøktin bleiv niðurløgd í november 2006.

6. november 2006 lat dagstovnurin Lítlifløttur upp, og Kathrina hevur, frá fyrsta degi, verið í starvi sum hjálparfólk á stovninum.

Kathrina hevur arbeitt við flestu aldursbólkum, bæði í dagrøktini og á Lítlafløtti. Seinastu árini hevur hon arbeitt í vøggustovu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2022

45 Leygardagur 26. februar 2022

Tina millum favorittarnar

Veddingafyritøkurnar meta, at Tina Mellemgaard er millum tey, sum hava størstan møguleika at vinna X Factor í ár. Hinvegin trúgva tær ikki líka nógv upp á toftamannin Kára Fossdalsá

Tina Mellemgaard (Mynd: Lasse Lagoni / TV2)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í gjárkvøldið trinu tveir føroyingar á fyrsta sinni á pallin í donsku XFactor kappingini tá fyrsta live-sendingin var send á hesum sinni. 

Talan er um 18 ára gomlu Tinu Mellemgaard úr Hoyvík og Kára Fossdalsá av Toftum.

Hjá veddingafyritøkum ber til at vedda upp á næstan alt og eisini X Factor. Mett verður nevniliga at Tina Mellemgaard hevur stóran kjans at vinna hørðu kappingina í ár.

Í miðal hjá Danske Spil, Bet365 og Unibet, fær ein pengarnar 3,18 ferðir aftur um Tina Mellemgaard vinnur. Í hølunum á henni koma Mads Moldt við 3,67 í miðal og Mille Bergholtz við 5,16 í miðal.

Tað vísti ein uppgerð hjá TV2 hósdagin.

Tess lægri sonevndu oddsini eru, størri meta veddingafyritøkurnar, at viðkomandi fær at vinna.

[object Object]Kári Fossdalsá (Mynd: Lasse Lagoni / TV2)

Mett verður ikki at Kári Fossdalsá hevur tann stóra møguleikan at gera seg galdandi í ársins X Factor. Í miðal fær ein 16,67 ferðir pengarnar aftur, um toftamaðurin vinnur. Tað er tey næst vánaligastu oddsini millum teir níggju luttakararnar.


[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

46 Leygardagur 26. februar 2022

G! kunnger fleiri nøvn til 2022 skránna

Úr Íslandi koma Ásgeir Trausti og Daði Freyr, og her úr Føroyum verða tað m.o. Marius Ziska og Marianna Winter

Daði Freyr gjørdist heimskendur, tá hann við bólkinum Daði og Gagnamagnið umboðaði Ísland í Eurovision sangkappingini í 2020 og 2021 – Í 2020 varð kappingin tó avlýst vegna koronu, og tí fekk hann møguleikan aftur árið eftir, har hann tó heldur ikki fekk framført beinleiðis, tá smittan varð staðfest millum limir í bólkinum. Men í summar kemur hann at framføra í Gøtu
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyriskipararnir av G! Festivalinum kundu í vikuni kunngera enn fleiri nøvn til 2022-skránna.

Framanundan hava tey longu kunngjørt 18 tónleikanøvn, har fyrsta runda bjóðaði upp á m.a. José González, Carlene Carter, Eivør, Tessu, Joe & The Shitboys, La Fleur, Katla, Leu Kampmann, Gaye Su Akyol og Horrse.

[object Object]Ásgeir Trausti (Mynd: Visualhunt)

Á G! 2022 fara vit a hitta ein høgt elskaðan og nógv saknaðan kenning. Íslendski Ásgeir Trausti spældi á G! Festivalinum í 2013, tá hann júst hevði útgivið plátuna “dýrð í dauðaþögn”. Síðan tá hevur yrkisleiðin sum tónleikari veruliga fingið ferð á seg. Ásgeir vann bestu pop/rock útgávuna, ársins stjørnuskot, “Public Choice Award”, eina Iceland Music Award, og hann telist millum teir mest seljandi íslendsku tónleikaranar nakrantíð saman við Bjørk og Sigur Rós.

Nýggjasta útgávan hjá Ásgeir “Bury The Moon”, sum kom út í 2020, bleiv nógv róst av tónleikaummælarum, har fleiri samanbóru hann við amerikanska bólkin Bon Iver.

Frá Eurovision til Gøtusand
Íslendski Daði Freyr var spáddur at vinna Eurovision í 2020, men kappingin bleiv tíverri avlýst av korona. Daði stillaði upp við sanginum “Think About Things”, og ikki síðan finsku Lordi við skrímsl-maskunum, hevur nakar bergtikið størstu sangkappingina í heiminum Eurovision líka nógv sum Daði Freyr.

Sangurin hevur yvir 100 milliónir stroymingar, og bleiv spældur í útvørpum runt heimin 1 billión ferðir. Sangurin bleiv eisini eitt hitt á Tik Tok, var nummar 1# á heimslistanum hjá Shazam í 2020, og vann eina silvur plátu í Bretlandi.

Við yvir 20 ára royndum hevur trinidadiski Jillionaire verið ein av teimum fremstu slóðbrótarunum innan elektroniskan tónleik í nýggjari tíð. Sum fyrrverandi limur í Major Lazer, sum vit øll her heima kenna frá sangum sum “Lean On” við MØ, “Cold Water” við Justin Bieber, “Already” við Beyonce og “Watch Out For This” við Daddy Yankee, var Jillionaire við til at broyta, hvussu mainstream tónleikur ljóðaði, og fekk elektroniskan tónleik fram á teir størstu festivalarnar í heiminum.

[object Object]
Jillionaira (Mynd: Visualhund)

Jillionaire fór úr Major Lazer beint áðrenn korona fyri at leggja orkuna í sítt plátufelag og sína solo yrkisleið. Vit viðmæla øllum at hyggja eftir Major Lazer live framførslum, so tit síggja, hvat tit kunnu vanta tykkum av Jillionaire á Gøtusandi.

Marius Ziska kenna vit øll. Hann er ein av okkara mest evnaríku sangskrivarum, og tað er ringt at finna ein føroying, sum er spældur oftari í útvarpinum her heima. Nýggja staklagið “Síggja Av Nýggjum” er aftur ein oyrafangari frá Mariusi, og hetta er fyrsta staklag frá komandi heildarútgávuni hjá honum, sum vit bíða sera spent eftir.

Marianna Winter verður eisini við á G! fyri fyrstu ferð. Á nýggjastu EP’ini hjá henni, sum kom út í síðstu viku, hoyra vit eina evnaríka unga damu, sum skapar tónleik við einum altjóða ljóði, og vit eru øðiliga spent at fylgja við gongdini hjá unga stjørnuskotinum, sum vit spáa hevur eina bjarta framtíð í tónleikaheiminum.

Norski disco prinsurin Skatebård er aftur á skránni saman við landsmonnunum Giddygang & Vuyo, sum spæla eina blanding av Hip-Hop, Soul og Jazz.

[object Object]
Iotunn

Iotunn er ein danskur/føroyskur progressivur metal bólkur við Jón Aldará á odda. Tónleikurin ferðast millum kosmisku, progressivu og larmandi tilveruna, og úrslitið er EPISKT! Tað verður spælt við tankan um at ferðast ígjøgnum rúmdina í eini roynd at finna svar uppá dómadagin, og allar tær kenslur ein slík ferð hevur við sær.

Mann kann ikki siga annað enn, at tað riggar, tí útgávan “Access All Worlds” er eitt meistarverk! Tónleikaummælarir hava róst útgávuni upp um skýggjini, og tað er ringt at finna eitt ummæli, sum er undir 9/10 stjørnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2022

47 Leygardagur 26. februar 2022

Borgarstjórin hevði úr at gera at víga hjún 22.02.2022

Heðin Mortensen vígdi týsdagin fimm hjún. Fýra føroysk og eitt kroatiskt par vildu giftast á hesum serliga degi

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Borgarstjórin hevði úr at gera týsdagin. Umframt vanligu skyldurnar høvdu ikki færri enn fimm pør biðið um at verða vígd hjá borgarstjóranum henda dagin, fýra føroysk og eitt kroatiskt par.

Onnur myndin vísir eitt føroyskt par koma út av ráðhúsinum, og starvsfelagarnir hjá brúðgóminum á Matrikkulstovuni (Umhvørvisstovuni) tóku ímóti.

Hitt parið er úr Kroatia – Jacov ætlaði at fríggja til Lorenu í Føroyum, men korona kom í vegin, og tí gjørdu tey ístaðin av at koma til Føroya at giftast. Øll familjan fylgdi við vígsluni á Teams.

Orsøkin til nógvu vígslurnar henda dagin er dagfestingin. 22.02.2022.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2022

48 Leygardagur 26. februar 2022

Óvanliga nógv teknað til tunnusláttur í Sumba

140 fólk ætla sær at sláa tunnu í Sumba leygardagin

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nógv verður gjørt burturúr á føstuláving í Sumba. Byrjað verður um 13 tíðina, og sligið verður vanliga langt út á seinnapartin.

Kvinnur og menn hava hvør sína tunnu. Tunnurnar eru væl styrktar, so tað tekur eina góða løtu at sláa. Vanligt er at taka ein steðg og kvøða seg heitan í Dansistovuni.

Í ár eru 140 fólk, sum hava melda seg til at sláa og tað er óvanliga nógv, skrivar Suðuroyarportalurin.

Sumbingar eru í eyðkendum búna, tá teir sláa tunnu. Hvít skjúrta við flagglittum silkibandi um bringuna og rósu, kasjett á høvdinum og myrkar buksur. Ymiskt er frá familju til familju um rósan situr á høgru ella vinstru síðu. Flestu gassarnar eru flagglittir og hvør maður og kvinna hevur sín gassa við.

Borðhald og dansur, har Hallur Joensen spælir, verður um kvøldið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

49 Leygardagur 26. februar 2022

Ein sendirøð í barnahædd um stóru spurningarnar

Fyrsti partur av “Seks spurningar um at vera menniskja” verður vístur í KvF fríggjadagin 11. mars

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú nærkast dagurin, sum øll føroysk børn og allar barnsligar sálir í Føroyum hava glett seg til. Tann 11. mars verður fyrsti partur av sendirøðini “Seks spurningar um at vera menniskja” frumsýndur í KvF.

Sendirøðin er bygd á hugskot hjá Búa Dam og Dánjali á Neystabø. Búi Dam hevur skrivað handrit og leikstjórnað og Dánjal á Neystabø hevur skrivað tónleikin og hjálparleikstjórnað. Teir hava framleitt sendirøðina í samstarvi við KvF.

“Seks spurningar um at vera menniskja” er ein 100 prosent føroyskt framleidd barnasendirøð í seks pørtum.

Sendirøðin snýr seg um teir báðar serskøltarnar Dánjal Kagadingding og Búa Sibbidibbidimdim. Teir búgva í húsunum hjá Tebryggjaranum (Mariann Hansen). Dánjal Kagadingding og Búi Sibbidibbidim hava, hvør sær, sítt at dragast við.

Dánjal Sibbidibbidim er óvanliga vandaligur og verður ofta raktur av tvingsilshugsanum. Búi Sibbidibbidim er harafturímóti óvanliga óvandaligur og hevur trupult við at skipa seg. Aftrat hesum eru teir samdroymarar. Hetta merkir, at um náttina møtast teir í dreymum. Og úr hesum samdreymum spyrjast stórir spurningar, so sum: Hvør eri eg? Ber til at liva í alla tíð? Ber tað til at fanga ljósið?

Hesir stóru spurningar ørkymla Dánjal og Búa, og royna teir, alt teir kunnu, at svara teimum. Hetta elvir tó ofta bara til enn meira ørkymlan. Men í húsunum hjá Tebryggjaranum fáa teir ta hjálp, teimum tørvar. Tebryggjarin bryggjar teimum eitt serligt tebland (Spælibryggj), sum hjálpir teimum at síggja trupuleikarnar í einum øðrum, meira spælandi, ljósi.

“Seks spurningar um at vera menniskja” er ein sendirøð um vinalag, um at hjálpa hvørjum øðrum tá á stendur, og um máttin í spæli. Og so er tað ein sendirøð við nógvum góðum temunnum.

Fyrsti partur av sendirøðini verður vístur fríggjakvøldið 11. mars kl.18.30. Næstu fimm partarnir verða vístir fylgjandi fimm fríggjakvøldini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

50 Leygardagur 26. februar 2022

Nám keypir rættindi at brúka nýggja føroyska sjónvarpsrøð

Nám hevur gjørt avtalu við Búa Dam og Dánjal á Neystabø um komandi sjónvarpsrøðina ”Seks spurningar um at vera menniskja”

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Við avtaluni hevur Nám keypt rættin til at brúka teir seks partarnar til undirvísing í barnagarði og skúlaverkinum.

Búi og Dánjal, sum eru kendir frá ”Ævintýraferðini”, hava gjørt sjónvarpsrøðina, sum er í seks pørtum, ið vara knappan hálvan tíma hvør.

Tilfarið í sjónvarpsrøðini viðger grundleggjandi tilveruligar spurningar á ein hátt, sum ikki er sæddur fyrr. Nám hevur havt tætt samband við framleiðararnar, so hvørt tilfarið hevur verið gjørt, og metir, at lidna tilfarið kann brúkast saman við børnum, ungum og vaksnum bæði í barnagarði og í skúla.

Fyrrárið vunnu Búi Dam og Dánjal á Neystabø Geytan fyri eksistentiella barnafilmin ”Hví eru vit her?”, sum er ein undanætlan, ella pilotur, fyri alla verkætlanina, sum nú er gjørd.

Dómsnevndin segði tá m.a.:

”Heilt frá byrjan síggja vit greitt eina filmiska referansu til kanska kendasta filmin av okkara leiðum - Sjeynda Siglið hjá Bergman, filmurin har telvarin dystast við deyðan. Umframt hesa referansu, spælir filmurin sær eisini stevfast vælupplagdur við slapstick sjangruna. Hóast partur av størri heild, loysir vinnarafilmurin til fulnar ta gátu, hann í útgangspunkti setir sær fyri at loysa. Tað er spurningurin um tað, sum klokkan mátar, tíðina, og hvar tey sum fara, fara. Og hvat hendir, tá tann sum fer, ikki hevur rætta kuffertið við sær, og tí kemur aftur, at avgreiða viðurskiftini við barnið í søguni - sum eisini er ein vaksin - og tá fær rætta kuffertið, og tí kann fara at fara. Tøknin, visuellu rúmini, dialogurin og leikararnir skapa eina so hugtakandi heild, at hóast eksistentielli filmurin er ætlaður børnum, er hann eins brúkiligur til vaksin.”

Nám hevur skrivað serskildan sáttmála við Búa og Dánjal, sum útgreinar avtaluna um sjónvarpsrøðina, sum verður send í Kringvarpinum 11. mars og fylgjandi fimm fríggjadagar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2022

51 Leygardagur 26. februar 2022

Beethoven, Jóannes Andreasen og FSO

Beethoven fyri klaver og orkestur var á skránni í Løkshøll og Hátúni farna vikuskiftið

(Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Farna vikuskiftið var aftur verið møguligt at uppliva Føroya Symfoniorkestur, eftir at nógvar konsertir hava verið avlýstar seinastu tvey árini orsaka av koronustøðuni.

Hesaferð spældi FSO saman við klaverleikaranum, Jóannes Andreasen. Tey framførdu trý verk fyri klaver og orkestur eftir Ludwig van Beethoven: Coriolan-ouverturuna, 4. klaverkonsert og 4. symfoni.

Hesaferð var tað enska Catherine Larsen-Maguire, sum stjórnaði orkestrinum.

Tvær konsertir vórðu hildnar, í Løkshøll í Runavík fríggjakvøldið, og í Hátúni á Tórshavnar Musikkskúla leygardagin.

Myndirnar, sum Ólavur Frederiksen hevur tikið, eru frá konsertini í Hátúni leygardagin. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2022

52 Leygardagur 26. februar 2022

Føroyskar bókmentir og filmur góða móttøku í Paris

Fraklendingar sýndu føroyskum bókmentum og føroyskum filmi stóran áhuga, tá FarLit og Filmshúsið í døgunum 20. til 22. februar skipaðu fyri føroyskum bókmenta- og filmstiltøkum í Paris

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tiltøkini vórðu hildin í framsýningarhølunum Le Bicolore í Maison du Danemark á Champs-Élysées, har føroyska listaframsýningin ”Un éclat de soleil” verður sýnd fram til 13. mars.

Sunnukvøldið 20. februar var tiltakið ”Cinéma des îles Féroé”, har stuttfilmarnir ”Handanland” hjá Barbaru Lervig og ”Trøllabeiggi” hjá Gudmundi Helmsdal vóru sýndir. Aftan á sýningina kundu áskoðararnir seta leikstjórunum spurningar.

Mánadagin 21. februar skipaði Farlit fyri einum serstøkum tiltaki fyri fronskum forløgum og miðlafólkum. Seytjan fronsk forløg luttóku á tiltakinum, umframt miðlafólk frá eitt nú stóra franska dagblaðnum Le Monde.

Mánakvøldið 21. februar var tiltakið ”Soirée littéraire - Litterature des îles Féroé”. Á tiltakinum hevði Malan Marnersdóttir framløgu um føroyska bókmentasøgu og bók hennara “Litterature des îles Féroé”, sum júst er komin út. Rakel Helmsdal hevði framløgu um bók hennara “Kjarr”. Eisini lósu Jóanes Nielsen og Lív Maria Róadóttir Jæger upp. Skaldsøgan hjá Jóanesi Nielsen “Glansbílætasamlarnir” kom út á fronskum í 2021.

Týskvøldið 22. februar var tiltakið ”Poésie & cinéma des îles Féroé” har Jóanes Nielsen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Trygvi Danielsen (Silvurdrongur) og Dania O. Tausen lósu upp yrkingar, og heimildarfilmurin 'Skál' hjá Cecilie Debell og Maria Tórgarð varð sýndur. Aftaná sýningina høvdu áskoðararnir høvi at seta spurningar til Mariu Tórgarð, leikstjóra, Daniu O. Tausen og Trygva Danielsen.

Tiltakið er partur av mentanarátakinum Føroyar í Paris 2022.

Føroyar í Paris í 2022 verður fyriskipað av Uttanríkis- og mentamálaráðnum í samstarvi við Sendistovu Føroya til Evropasamveldið, donsku sendistovuna í Paris, La Maison du Danemark (Le Bicolore) og Visit Faroe Islands. Átakið fevnir um eina røð av føroyskum tiltøkum innan myndlist, bókmentir, tónleik, film og sniðgeving í Paris í tíðarskeiðinum januar til mars 2022. Tiltøkini verða fyriskipað í samstarvi við ávikavist Listasavnið, FarLit, Faroe Music Export, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum.

Tíðindaskriv frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2022

53 Leygardagur 26. februar 2022

Hømm hømm í Gøtu

Skemtileikurin í Losjuni við Gøtugjógv er hesaferð ein fløkja av teimum heilt stóru

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Losjan við Gøtugjógv bjóðar aftur til skemtileik, og leikurin hesaferð er ein fløkja av teimum heilt stóru. 

- Í farsuni, sum upprunaliga ber heitið “Don’t Dress for Dinner”, sleppur tú sum flugan á vegginum at eygleiða festligheitir og misskiljingar sum perlur eftir snóri. Marc Camoletti skrivaði leikin í 1987, og hann hevur verið at sæð kring knøttin síðan tá, siga tey úr sjónleikardeildini í Losjuni Glotti.

Sum nakað nýtt hava tey hesaferð latið seg stjórna av íslendinginum Jóel Sæmundssyni, og Dávið Örn Óskarsson hevur sniðgivið pallin. 

Leikarar eru Arnfinnur Nesá, Noomi S. Reinert, Magni Joensen, Ann Mari Jaspursdóttir, Elsa Maria Magnusardóttir Olsen og Ólavur Justesen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

54 Leygardagur 26. februar 2022

SAS í fíggjarligum trupulleikum

Seinasti ársfjórðingur hevði 1,7 milliardir krónur í halli – ógvuslig sparingsætlan er neyðug

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stóra skandinaviska flogfelagið, SAS, hevur stórar fíggjarligar trupulleikar.

Felagið hevur júst kunngjørt roknskapin fyri ársfjórðingin, ið er galdandi frá november 2021 til januar 2022, sum vísir eitt undirskot á 1,7 milliardir krónur.

Sambært felagnum, er neyðugt at skaffa nýggjan innskotspening, og so skal ein sparingarætlan gerast fyri fimm milliardir krónur um árið.

Roknskapurin hjá SAS gongur frá november til november, og felagið hevur serliga havt trupulleikar við broytta ferðamynstrinum eftir koronakreppuna, har felagið hevur mist heilt nógvar av sínum vanligu kundum, ið hava brúkt SAS á vinnuferðum.

SAS hevur eisini havt aðrar trupulleikar at stríðast við í vetur, eitt nú ónøgd starvsfólk í viðførishandfaringini, sum hava verið í verkfalli. Eisini er kursurin á partabrøvunum fallin munandi, skrivar dr.dk.

Sambært Jacob Pedersen, greinara hjá Sydbank, er roknskapurin hjá SAS nógv verri, enn eygleiðarar høvdu væntað frammanundan.

Hann ivast í, um felagið hevur møguleika fyri at ivirliva, um tað ikki eydnast at fáa nýggjan kapital til felagið, skrivar dr.dk. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2022

55 Leygardagur 26. februar 2022

Týskland fer at linka ferðaavmarkingar

Ætlanin er at taka fleiri lond av listanum yvir vandaøki, umframt at droppa sóttarhaldið fyri ókoppsett ferðafólk

Karl Lauterbach, heilsumálaráðharri í Týsklandi (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Skjótt ætlar týska stjórnin at linka ferðaavmarkingarnar, sum eru settir í gildi fyri at avmarka koronasmittu, upplýsir týski heilsumálaráðharrin, Karl Lauterbach.

Hetta verður væntandi 4. mars, men týska stjórnin skuldi umrøða málið mikudagin.

Sambært Ritzau er ætlanin at taka fleiri lond av listanum yvir sonevnd vandaøki. Fólk úr hesum londunum skulu í dag skráseta seg, áðrenn farið verður til Týsklands.

Eitt uppskot er m.a. at bert lond, har eitt meira vandamikið frábrigdi enn omikron ger um seg – eitt nú Delta-frábrigdið – skulu skrásetast sum vandaøki.

Ferðafólk, sum ikki eru koppsett ella kortsíðani hava verið smittað við koronu, skulu eisini í dag vísa á negativa kanning við komu, umframt at tey skulu í sóttarhald. Sum skilst er ætlanin hjá týsku stjórnini at droppa sóttarhaldið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2022

56 Leygardagur 26. februar 2022

Skjótt sleppa øll aftur at ferðast til Ísrael

Í løtuni sleppa bert tey, sum eru koppsett fyri koronu at ferðast til Ísrael, men hetta kravið fer úr gildi 1. mars – tó skulu ferðafólk framvegis lata seg PCR-kanna áðrenn fráferð og við komu til landið

Ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett sigur, at tíðin nú er komin at byrja at lata upp aftur (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í løtuni sleppa bert koppsett ferðafólk inn í Ísrael, men frá 1. mars sleppa øll aftur at ferðast til Ísrael, óansæð um tey eru koppsett fyri koronu ella ikki. Tað upplýsir skrivstovan hjá forsætisráðharranum, Naftali Bennett.

Hóast koppseting ikki longur verður ein forðing, verður framvegis kravt, at øll lata seg PCR-kanna áðrenn fráferð og aftur við komu.

Ísrael lat landamørkini aftur í mars 2020, og síðani hevur landið spakuliga latið uppaftur, og er talið á ferðafólkum eisini økt hareftir. Kortini er talið framvegis væl lægri enn tað, sum var áðrenn koronu.

Í januar ferðaðust 46.000 ferðafólk til Ísrael. Í januar 2021 var talið bert 7.800, og hóast ferðafólkatalið er økt munandi síðani, er tað framvegis langt frá teimum 330.000, sum vitjaðu í januar 2020.

Naftali Bennett sigur, sambært Reuters, at tíðin er komin at lata upp aftur, men at tey framvegis fara at halda eyga við støðuni, og fara tey at reagera skjótt, um eitt nýtt koronufrábrigdi byrjar at gera um seg.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2022

57 Leygardagur 26. februar 2022

Nú sleppa koppsett ferðafólk til Avstralia

Vónin er, at hetta fer at fáa lív aftur í avstralsku ferðavinnuna

Í november varð latið upp fyri útlendskum lesandi, og nú sleppa koppsett ferðafólk eisini at ferðast til Avstralia (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mánadagin lat Avstralia landamørkini upp fyri koppsettum ferðafólki, nærum tvey ár eftir, at landið lat aftur vegna koronu.

Síðan november hava útlendsk lesandi og arbeiðsfólk havt loyvi at ferðast til landið, og nú er latið enn meira upp.

Vónin er, at hetta fer at fáa lív aftur í ferðavinnuna í landinum, og Dan Tehan, avstralskur ráðharri við ferðavinnumálum sigur seg eisini vænta, at ferðavinnan kemur sterkt aftur.

Sambært Ritzau væntaðust upp móti 50 flogfør at lenda í Avstralia mánadagin. 27 teirra lenda í størsta býnum, Sydney, og hesa vikuna fer avstralska flogfelagið Qantas at flúgva 14.000 ferðafólk til landið.

Einasta kravið til tey ferðandi er, at tey eru liðugt koppsett fyri koronu.

Ferðavinnan er ein av størstu vinnunum í Avstralia, og umleið fimm prosent av avstralsku arbeiðsfjøldini starvast í ferðavinnuni, sum árliga forvinnur yvir 60 milliardir avstralskar dollarar (283 milliardir í okkara krónum).

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2022

58 Leygardagur 26. februar 2022

Oljuprísur 100 dollarar eftir russiska innrás

Eftir at Russland hósnáttina gjørdi innrás í Ukraina, er prísurin á olju hækkaður til góðar 100 dollarar fyri tunnuna

Avgerð hjá russiska forsetanum at gera innrás í Ukraina fær nú avleiðingar fyri bæði olju- og gassprísirnar
SkrivaÐ:

Jan Müller

Seinastu ferð prísurin var so høgur var í september 2014.

Prísurin var hósmorgunin 102,02 dollarar, og var tað ein hækking uppá 4,6 prosent síðani á miðnátt. 

Eisini prísurin á gassi hækkaði eftir tíðindini um innrásina. Russland er størsti veitari av olju, gassi og koli til ES. Mikudagin gjørdi týski kanslarin Olaf Sholtz greitt, at Týskland fer ikki at góðkenna russisku gassleiðingina Nord Stream 2. Tað kann fáa orkuprísirnar at hækka enn meira. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

59 Leygardagur 26. februar 2022

Týskaland steðgar Nord Stream 2 gassleiðing úr Russlandi

Týski kanslarin Olaf Scholz segði týsdagin, at hann hevur steðgað góðkenningini av gassleiðingini Nord Stream 2, sum skuldi veita russiskt gass til Evropa

Týski kanslarin Olaf Sholtz hevur avgjørt at steðga góðkenning av Nord Stream 2 gassleiðing úr Russlandi
SkrivaÐ:

Jan Müller

Týsdagin hendi so tað, sum fleiri lond hava bíðað eftir, nevniliga at týska stjórnin hevur avgjørt at steðga góðkenningini av gassleiðingini Nord Steam 2, sum gongur úr Russlandi til Týskalands.

Hetta hendi dagin eftir, at russiski forsetin Vladimir Putin gjørdi av at góðkenna tveir landspartar í Eysturukraina sum sjálvstøðug øki. Putin segði eisini, at Russland fer at senda friðarvarðveitandi herlið til økini. Avgerðin fekk beinanvegin bæði USA og evropeisk lond til harðliga at átala russisku avgerðina og hótta við at seta í verk tiltøk. 

Avgerðin hjá Scholz at steðga góðkenningini av Nord Stream 2 er ein avleiðing av støðuni, sum tók seg upp í Eysturukraina. Hetta merkir, at Russland sleppur ikki at veita gass til Evropa gjøgnum nýggju gassleiðingina, og tað merkir eisini, at Evropa fer ikki at fáa tað gass úr Russlandi, sum tað hevur tørv á. Støðan minnir ikki sørt um eitt tvíeggjað svørð.

Hóast Nord Stream 2 ikki verður tikin í brúk, í hvussu so er ikki nú, so fær Evropa kortini russiskt gass gjøgnum aðrar gassleiðingar úr Russlandi. Men hetta er neyvan nokk til at nøkta stóra eftirspurningin. Ætlanin við Nord Stream 2 var nærum at tvífalda gassveitingina úr Russlandi, og at fara uttan um verandi rørleiðingar, sum ganga ígjøgnum Ukraina. 

Spurningurin um orkuveitingar til Evropa kom av álvara í fokus, nú Putin góðkendi tveir landspartar í Ukraina sum sjálvstøðugar. ES, sum innflytir 43 prosent av sínum gasstørvi úr Russlandi, 25 prosent av oljuni og umleið 47 prosent av kolinum, verður nú av álvara trungið til at taka veitingarstøð upp til nýggja viðgerð, og her kemur so eisini enn ein gassrørleiðing, Baltic Pipe, aftur til umrøðu.

Talan er um rørleiðing úr Noregi til Pólands umvegis Danmark. Hon hevur verið partur av orkuorðaskiftinum leingi men hevur møtt mótstøðu frá teimum grønu í fleiri londum. Nú sær ikki mætari út, enn at Baltic Pipe fer at koma til viðgerðar.

Tosað verður eisini um at keypa meira LNG gass úr USA, men her er trupulleikin, at tørvur er á móttøkustøðum til LNG gass í Evropa. Prísurin á gassi hækkaði annars munandi eftir útsøgnina hjá týska kanslaranum um Nord Stream 2. Eisini prísurin á olju hækkar eftir støðuna í Ukraina. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2022

60 Leygardagur 26. februar 2022

Avbjóðingar í Esbjerg við el-bussum

Bussarnir hava trupulleikar við at klára 320 kilometrar fyri hvørja løðing, og tí hendir tað, at battaríini kunnu brenna út á ferðini

(Mynd: Esbjerg kommune)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Síðan 12. desember hava allir býarbussarnir í danska býnum Esbjerg koyrt við ravmagni.

Men umhvørvisvinarliga loysnin í almennu ferðsluni hevur eisini skapt trupulleikar fyri tey ferðandi. Heilt nógvir borgarar hava á sosialum miðlum gjørt vart við, at teir ella børn teirra hava upplivað at verið noydd at fara úr bussinum og bíða eftir tí næsta fyri at koma víðari, tí at battaríini hava verið tóm og tí kundi bussurin ikki koyra víðari.

Sambært útrokningunum hjá kommununi fór nýggja bussskipanin at spara 70 prosent í koltvísúrnisútláti.

Men hóast veðurlagsvinarligu loysnina, so venda fleiri borgarar sær nú í ónøgd til felagið Tidebus, sum eigur el-bussarnar.

Stjórin í felagnum, Steen Rügge, harmast støðuna. Við TVSyd sigur hann, at tað hava verið avbjóðingar við rakstrinum.

Sambært bussstjóranum kann ein elbussur av teirra slag, koyra 350 kilometrar upp á eina løðing, men nakrar av rutunum í Esbjerg eru umleið 450 kilometrar.

Tí verður lagt soleiðis til rættis, at ein bussur skal setast til løðingar, tá hann hevur koyrt í mesta lagið 320 kilometrar. Men um ein bussur hevur brúkt nógvan streym á túrinum, eitt nú til upphiting, so kann tað gerast trupult at klára teir 320 kilometrarnar.

Bussstjórin lovar nú, at nýggir fult uppløddir bussar í størri mun verða settir inn á endastøðunum fyri at forða fyri, at bussarnir støðga upp mitt á ferðini, skrivar TVSyd.

Skal ein varðislig sammeting gerast við býarbussarnar í Havn til dømis, so koyrir Leið 1 hjá Bussleiðini – tann, sum koyrir millum Argjahamar og býlingin inni á Gøtu í Hoyvík frá klokkan 07.05 til kl. 22.51 – umleið 300 kilometrar um dagin. Í Føroyum skal sjálvandi leggjast upp fyri, at koyrt verður í brekkum, og ikki á slættlendi, sum gjørt verður á Esbjerg-leiðini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2022

61 Leygardagur 26. februar 2022

ES tingið vil skunda undir havvindorkuna

Tað gongur ov seint at útbyggja vindorkuna í Evropa, og tí hava limir í ES-tinginum nú heitt á felagsskapin um at seta meira ferð á útbyggingina av vindorku til havs

Nógv størri ferð eigur at verða sett á útbyggingina av vindorku til havs heldur meiriluti av limunum í ES tinginum.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í eini frágreiðing verður víst á, at skal ES røkka sínum orku- og veðurlagsmálum ávikavist í 2030 og 2050 er neyðugt at skunda undir menningina av varandi orku og skal hetta gerast á ein burðardyggan hátt.

Sambært frágreiðingini frá ES tinginum er málið at økja um havvindorkuna til 60GW í 2030 og 340GW í 2050.

Limir í ES tinginum vísa á, at kostnaðurin fyri at menna vindorku til havs er lækkaður  munandi seinastu árini - við 48% frá 2010 til 2020. Tað ger hesa varandi orkuna til ta mest kappingarføru orkukelduna. Men um stuðul til fossil brennievni ikki verður steðgaður, verður tað ómøguligt við verandi orkumálum at steðga globalu upphitingini til undir 1,5 stig.

Limirnir í ES, sum standa aftanfyri seinastu frágreiðingini, halda, at til tess at kunna røkka null útláti í 2050 er neyðugt at menna varandi orkuna og um somu tíð útbyggja undirstøðukervið. Nógv av limalondunum eru eftirbátar, tá talan er um at skifta til grøna orku, verður sagt.

Víðari verður sagt, at tað hevur alstóran týdning at skipa gondina soleiðis, at tað er pláss fyri bæði havvindorkustøðum, fiskivinnu og sjóvinnu. Neyðugt verður at leggja menningina av varandi orku soleiðis til rættis, at hon ikki nervar hvørki fiskivinnu ella  sjóvinnu.

Í niðurstøðuni í frágreiðingini verður stórur dentur lagdur á, at tað er neyðugt  at seta nógv meira ferð á grøna orkuskiftið og er m.a. tørvur á grønari elmegi fyri at kunna røkka klimamálunum, og her hevur varandi vindorka til havs ein týðandi leiklut.  Tá umrødda frágreiðing varð til atkvøðugreiðslu í ES tinginum herfyri varð stórur meiriluti fyri henni. 

Keldur: Euractiv og The Capitals

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2022

62 Leygardagur 26. februar 2022

Japan hjálpir ES við gassi

Fleiri lond eru tilreiðar at hjálpa ES við gassveitingum, um so er at kreppan í Ukraina gerst meira álvarslig.

Tangaskip við LNG gassi vendi við og setti kós móti Fraklandi, tá ES bað um hjálp til tess at nøkta gasstørvin
SkrivaÐ:

Jan Müller

Herfyri heitti leiðslan í ES á fleiri lond um at selja felagsskapinum gass, nú mangt bendir á, at vanligu veitingarnar úr Russlandi kunnu koma í vanda. Russland letur 45 prosent av øllum gassi, sum ES lond brúka. 

Nú hava so lond í Fjarðeysturi, eitt nú Japan, sent fyrstu lastirnar av LNG gassi til Evropa. Her er talan um gass, sum Japan hevur keypt úr LNG framleiðandi londum eitt nú í Miðeysturi.

Japan metir seg at hava nóg mikið av gassi til at lata ES burturav. Fleiri skip, sum vóru ávegis til Japan við flótandi gassi, hava broytt kós móti Fraklandi, sum harvið kann tryggja fronsku goymslurnar skrivar Reuters.

Japanska stjórnin kannar í løtuni, um yvirskot er av gassi í Japan, sum síðani kann flytast til Evropa. Orsøkin til støðutakanina hjá Japan er eisini at skilja sum ein tøkk til Evropa og USA fyri hjálp, tá ástóð við orkuveitingini í Japan fyri 11 árum síðani, tá ein flóðalda rakti eitt kjarnorkuverk  og lutvíst legði orkuveitingina lamna.

Nú Evropa kann koma í trupulleikar við veitingartrygdini orsakað av kreppuni í Ukraina, vil Japan vísa samhuga. Tað hevur ljóðað, at  Russland longu hevur minkað um gassveitingarnar til Evropa fyri at vísa, at tað er ónøgt við støðuna hjá ES til eitt nú nýggju gassleiðingina Nord Stream 2, sum enn ikki hevur fingið neyðugu góðkenningina úr Týsklandi. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2022

63 Leygardagur 26. februar 2022

Risastórt oljuskip ávegis í Barentshavið

Triðja útbyggingin av einum olju- og gassfelti í Barentshavinum er komin eitt stig víðari. Eftir Snøhvit og Goliat fáa vit nú Johan Castberg, hvørs verkætlan eisini verður brúkt í arbeiðinum at útbyggja Rosebankleiðina skamt frá markinum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað er 313 metrar langt og 54,8 metrar breitt og støddin svarar til tríggjar fótbóltsvallir. Tað lastar 1,1 milliónir tunnur av olju. Talan er um framleiðsluskip, sum Equinor byggir í Singapore og skal brúkast í framleiðsluni á stóru nýggju oljuleiðini Johan Castberg í Barentshavinum, umleið 200 kilometrar frá Finnmarksstrondini í Norðurnoregi.

[object Object]Her tær tríggjar olju- og gassleiðirnar í Barentshavinum. Johan Castberg oljuleiðin liggur norðast og fevnir um tríggjar keldur, Havis, Drivis og Skrugaard. Sunnan fyri síggjast Snøhvit gassleiðin og Goliat oljuleiðin. Enn ein oljuleið í Barentshavinum er á tekniborðinum, Whisting, sum longur longur norðari og eystari 

[object Object]Soleiðis fer Johan Castberg leiðin at síggja út liðugt útbygd. Framleiðslan fer fram við útbúnaði á havbotninum og oljan verður flutt upp til framleiðslu- og goymsluskipið. Júst sama slag av útbygging er í stoypiskeiðini á Rosebank leiðini eystan fyri Føroyar 

Skipið hevur verið ávegis leingi, men trupulleikar hava seinkað byggingina. Upprunaliga varð ætlanin at byrja framleiðsluna í ár. Nú er hon sett til at byrja í 2024. Tá verður tað triðja olju- og gassleiðin í norska partinum av Barentshavinum. Frammanundan framleiða Snøhvit-feltið gass og Goliat olju. 

Hóast skipið verður bygt í Asia, so verða 60 prosent av skipinum framleidd og gjørd í Noregi og heldur tað tí liv í nógvum arbeiðsplássum lokalt eisini. Skipið verður nú sleipað til Stord skipasmiðjuna hjá Aker Solutions, har skipið verður gjørt liðugt. 

[object Object]

Hjá Equinor hevur verkætlanin Johan Castberg eisini týdning fyri eina aðra verkætlan og útbygging. Tað er olju- og gassleiðin Rosebank tætt við føroyska markið. Tann ætlanin er framvegis á tekniborðinum og skilst, at útbyggingin av Johan Castberg fer at verða brúkt sum partur av grundarlagnum fyri útbygging av Rosebank. Ætlanin er at brúka eitt framleiðsluskip av umleið sama slag, sum tað, sum verður brúkt í Barentshavinum.

[object Object]Rosebank leiðin eystan fyri Føroyar fer at brúka royndir frá Johan Castberg í Barentshavinum 

Equinor, sum er fyristøðufelag á Rosebank, hevur sett sær fyri at gera hesa verkætlanina bíligari og verða royndirnar frá Johan Castberg brúktar til at fáa eina bæði betri og bíligari útbygging vestan fyri Hetland. Roknað verður við, at Equinor fer at taka endaliga avgerð um útbygging av Rosebank í ár. Hóast mótstøða frá umhvørvisfelagsskapum i Bretlandi hevur bretska stjórnin gjørt greitt, at hon ynskir, at slíkar verktætlanir sum Rosebank gerast veruleiki, nú Bretlandi fer at hava tørv á bæði olju og gassi komandi árini. 


[object Object]
Hóast Rosebank útbyggingin eystan fyri Føroyar enn ikki er endaliga samtykt, so hevur Equinor longu hugt eftir hesum framleiðsluskipinum, Petrojarl Knarr, at brúka á Rosebank leiðini 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2022

64 Leygardagur 26. februar 2022

Hoyvíkskvinnur taptu við einum máli

Hoyvíkskvinnur fingu trý skjót mál í teimum doyggjandi minuttunum, og minkaðu um tryggu ukreinsku leiðsluna

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hoyvíkskvinnur megnaðu ikki at standa fyri ukreinska trýstinum í øðrum hálvleiki.

Úrslitið av fjórðingsfinaluni í EHF European Cup dystinum á Hálsi sunnukvøldið millum H71 og Galychanka úr Lviv gjørdist 27-26 til ukreinsku kvinnurnar.

Spurningurin stendur enn opin um hesin eitt máls sigurin er nóg mikið til at Galychanka sleppur víðari í kappingini, ella um ein dystur verður afturat, har hoyvíkskvinnurnar fáa ein møguleika at heinta málið innaftur.

Eins og í fyrra hálvleiki, vóru hoyvíkskvinnur ikki við í byrjanini av øðrum hálvleiki, og ukreinar fingu skjótt javnað, og lagt seg á eina trygga leiðslu.

Við sterkum spæli høvdu ukreinar tamarhald á dystinum. Var tað ikki fyri sterku hoyvíksverjuna, har serliga Zachariassen-tvíburarnir stóðu sum klettar, høvdu tær kunnað vunnið við nógvum málum.

Tað, sum líktist einum fimm máls tapi til H71 endaði tó við bert at gerast eitt mál, tí í teimum doyggjandi minuttunum eydnaðist H71 at vinna stóru leiðsluna innaftur, so tað bert gjørdist til eitt-máls tap.

Dysturin byrjaði eisini við, at ukreinsku kvinnurnar løgdu seg trygt á odda. Men so hvørt sum hálvleikurin leið, komu hoyvíkskvinnur meira inn í dystin, og fingu eisini spælt seg til eina trygga leiðslu. Í hálvleikinum var støðan 13-10 til H71

Føroysku málskorararnir:

Jana Mittún 9
Maria H. Weihe 9
Brynhild Pálsdóttir 3
Eva Barba Arge 2
Lív B. Zachariassen 1
Rannvá Olsen 1
Marita Mortensen 1

Myndirnar hevur Sverri Egholm tikið:

[object Object]

[object Object]Brynhild Pálsdóttir í skotroynd

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2022

65 Leygardagur 26. februar 2022

EHF: Eingin dystur í Ukraina komandi fýra vikurnar

Trygdin hevur hægstu raðfesting, sigur Michael Wiederer, EHF-forseti í fráboðan á heimasíðuni hjá evropeisku hondbóltssamgonguni

Sunnukvøldið spældu hoyvíkskvinnurnar móti ukrainska HC Galychanka Lviv í Høllini á Hálsi (Mynd: Sverri Eghom)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Evropeiska hondbóltssamgongan, EHF avgjørdi týsdagin, at allir hondbóltsdystir skulu flytast úr Ukraina komandi fýra vikurnar. Fráboðanin kom undan tíðindunum um, at Russland hevði gjørt innrás í Ukreina.

– Evropeiska hondbóltssamgongan roynir altíð at verja integritetin av kappingunum, og heldur hon, at tað er best at avgreiða tingini á vøllinum. Samstundis hevur trygdin hjá leikarunum og øðrum hægstu raðfesting, sigur EHF forsetin, Michael Wiederer.

13. februar átti H71 at spæla fyrru fjórðingsfinaluna í EHF European Cup móti kvinnunum úr HC Galychanka Lviv í Ukraina. Hetta bleiv tó av ongum, tá myndugleikarnir mæltu frá at ferðast til landið, og tí fór liðið hjá H71, sum tá var statt í Pólandi, ikki um markið til Ukraina.

Fyrst varð roynt at fáa dystin avgreiddan í Pólandi á einum neutralum vølli, men semja fekst ikki um hetta. Undan seinna fjórðingsfinaludystinum í Høllini á Hálsi sunnukvøldið eydnaðist heldur ikki feløgunum at finna eina semju um fyrru fjórðingsfinaluna.

Anna Dam, forkvinna hjá H71 segði tá við Útvarpið, at ukrainska liðið tvíhelt um, at ein fjórðingsfinala skuldi spælast í Ukraina, og avgerðin liggur nú hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF.

Í fráboðanini nevnir EHF eisini dystin hjá H71 sum ein av tveimum dystum í Ukraina, sum ikki hava verið spældir sum ætlað seinastu tíggju dagarnar. Hin dysturin, sum átti at verið spældur 19. februar, var millum menninar hjá russiska Skif Krasnodar og norska Drammen HK.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2022

66 Leygardagur 26. februar 2022

Súkklaðu fyri oman fyri hálva millión

“Súkkla fyri Europa Cup” hjá H71 má sigast at vera eydnast væl. 22 fólk súkklaðu og fingu tilsamans stuðul frá 264 fyritøkum og persónum

(Mynd: H71)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað krevur nógvar pengar at luttaka evropeiskum hondbólti, og upp aftur dýrari tá tú ert so góður, at tú ferð aftaná ferð spælir teg víðari. Tað mugu hoyvíkingar ásanna við kvinnuliðnum hjá H71.

Ikki er vist, at evropaævintýrið hjá hoyvíkskvinnum er av, hóast tær taptu við einum máli móti Galychanka úr Ukraina sunnudagin. Helst skal ein seinni og avgerðandi dystur spælast, og tá hava H71-kvinnurnar møguleika at vinna seg í hálvfinaluna í European Cup.

Pengar skulu til, og sunnudagin skipaði felagið fyri súkklutiltaki “Súkkla fyri Europa Cup”. Inn komu 523.000 krónur, sum gevur í miðal 23.772 krónur fyri hvørja súkklu.

Í alt vóru 22 persónar, sum súkklaðu, og teir 22 súkklararnir fingu tilsamans stuðul frá 264 fyritøkum og persónum.

Topp 3 hjá kvinnum:
1. Katrin Hofgaard Sørensen: 33,20 km.
2. Poula Michelsen: 32,70 km.
3. Maiken Skaalum: 30,40 km.

Topp 3 hjá monnum:
1. Andras Joensen: 39,95 km.
2. Niels Mortensen: 36,90 km.
3. Kári Nielsen: 33,71 km.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2022

67 Leygardagur 26. februar 2022

H71 vann steypið til ognar á sannførandi hátt

Steypafinalan hjá monnum leygarkvøldið gjørdist søgulig: Ongantíð áður hevur munurin verið so stórur - 16 mál - og ongantíð áður hevur eitt manslið skorað so fá mál í finalu sum Neistin - tólv

Finalan gjørdist ongantíð spennandi, men suvernu hoyvíkingarnir kundu fegnast eftir síðsta bríks (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Beint fyri at klokkan kom á tjúgu minuttir skoraði Neistin sítt mál nummar tvey - løtu seinni var 11-2. Slík tøl ljóða næstan heilt óhugsandi í slíkari finalu, men tað var klassamunur, tá H71 og Neistin brustu saman í steypafinaluni hjá monnum annað árið á rað. H71 livdi sannliga upp til favorittleiklutin: Í steðginum var munurin átta mál og við síðsta bríksl var tað tvífaldað.

Tað var í roynd og veru ongantíð spenningur í dystinum. Til tað var H71-verjuparturin ov sterkur og álopsspælið hjá Neistanum ov vánaligt. Tað var stirvið, og teir í bláum gjørdu eina rúgvu av mistøkum. Stórur saknur var í Rasmus Søby, men tað at liðið, sum liggur næstniðast í Burn-deildini, vann á KÍF í hálvfinalunum gjørdi, at størri vónir vóru til Neistan og til finaluna sum heild.

H71 hevur nú vunnuð tríggjar steypafinalur á rað og fýra útav teimum seinastu seks. Harvið hava hoyvíkingarnar nú vunnið steypið til ognar, og nógvir dungaligir leikarar settu dám á finaluna. Pætur Thomsen gjørdist toppskjútti við níggju málum, Peter Krogh spældi ógvuliga væl í verju og í álopi, og málverjin Pauli Jacobsen og Óli Mittún vóru millum teir, ið vunnu sína fyrstu vaksnamannafinalu.

Pauli lat bert níggju mál inn teir 48 minuttirnar, ið hann var inni, og varð kosin dagsins leikari.

[object Object]Høgri vongurin, Pætur Thomsen, gjørdist toppskjútti í finaluni

[object Object](Myndir: Sverri Egholm) 

Samanlagt hevur H71 nú vunnið seks steypafinalur á manssíðuni - tað er sama tal sum StÍF og ein færri enn Neistin og VÍF.

Søguliga var finalan, tí 16 mál er størsti munur, ið hevur verið á talvuni við dystarenda í einari mansfinalu, síðani byrjað varð í veruliga skipaðum skapi í 1985. Í 1996 vann Kyndil við ellivu málum á VÍF. Í 1992 vann Neistin 15-14 á Kyndli í grannafinaluni - tað eru tretivu ár síðani, at nakað lið hevur skorað so fá mál í einari mansfinalu.

Faxe Kondi Steypafinalan hjá monnum
Leygardagin 19. februar - Høllin á Hálsi

H71 - Neistin 28-12 (13-5)
Toppskjútti: Pætur Thomsen 9 mál

Dagsins Leikari: Pauli Jacobsen

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2022

68 Leygardagur 26. februar 2022

Arnar Gunnarsson og Neistin fara hvør til sítt

Steypafinalan síðsta vikuskiftið móti H71 sum flongdi Neistan, verður hin seinasta hjá Arnari Gunnarsson, sum hevur verið høvuðsvenjari síðani 2020

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Samstarvið millum Neistan og Arnar Gunnarsson er steðgað. Íslendski miðilin handbolti.is skrivaði hetta mikudagin, og seinni váttaði Neistin eisini, at partarnir fara hvør til sítt.

Arnar hevur verið høvuðsvenjari hjá neistamonnum síðan 2020, men steðgar nú. Sostatt varð lemjandi tapið í steypafinaluni um vikuskiftið seinasti dysturin hjá Arnari.

H71 vann við 16 málum, 28-12. Støðan í steðginum var 13-5 til hoyvíkingar.

Finnur Hansson og Rasmus Søby taka yvir tað, sum eftir er av kappingarárinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2022

69 Leygardagur 26. februar 2022

Flest steypagull fór til Hoyvíkar

17 steypafinalur, umframt eitt serstakt finalutiltak við Eydnudeildini, vóru á skránni í Høllini á Hálsi farna vikuskiftið. Síðsta steypafinalan - tann hjá kvinnunum - verður leikt leygardagin 19. mars

H71 og Neistin spældu í finaluni hjá dreingjum 12 (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum bak. Heili 17 finalur vórðu leiktar - har fleiri vóru sera spennandi - og harafturat var eisini eitt serstakt finalutiltak við Eydnudeildini, sum eydnaðist sera væl, skrivar Hondbóltssamband Føroya

- Stóri sigursharrin av finaluvikuskiftinum var aftur H71, sum vann finalunar hjá monnum, umframt D18, D16, G14, D12, G10, G10B.

Neistin vann G18, D14 og D10. ÍA av Argjum vann D14B og D10B, Kyndil vann G16. VÍF vann G14B. StÍF vann G12. Tjaldur vann D12B

Harvið fóru sjey steyp til Hoyvíkar, og eitt kann enda har afturat 19. mars. Útsetta kvinnufinalan millum H71 og Kyndil verður leikt tá.

Steypavinnarar 2022:

Menn: H71 – Neistin 28-12
Dagsins leikari: Pauli Jacobsen (H71)

G18: Neistin – H71 29-21
Dagsins leikari: Maria P. Nólsoy (Neistin)

D18: H71 – VÍF 36-31
Dagsins leikari: Rókur Ziskason (H71)

G16: Kyndil - H71 34-24
Dagsins leikari: Jóhanna Wang Jacobsen (Kyndil)

D16: H71 – StÍF 32-21
Dagsins leikari: Haraldur Karlsson (H71)

G14: H71 – VÍF 17-16
Dagsins leikari: Rakul Joensen (VÍF)

G14B: VÍF b – EB 22-18
Dagsins leikari: Kristina Kristleifsdóttir (EB)

D14: Neistin – H71 23-22
Dagsins leikari: Magnus Kragesteen (Neistin)

D14B: ÍA – EB 33-28
Dagsins leikari: Torkil S. Dahl (EB)

G12: StÍF – Neistin 17-16
Dagsins leikari: Miriam Danielsen (StÍF)

G12B: H71 b – StÍF b 23-10
Dagsins leikari: Sofía Bárðadóttir (H71)

D12: H71 – Neistin 21-16
Dagsins leikari: Árni Lassen (Neistin)

D12B: Tjaldur b – Kyndil 13-12
Dagsins leikari: Rósing Toyt (Tjaldur)

G10: H71 – Neistin 11-10
Dagsins leikari: Birita Áradóttir á Borg (H71)

G10B: H71 b - EB 13-8
Dagsins leikari: Jóna Joensen (H71)

D10: Neistin – StÍF 16-8
Dagsins leikari: Hákun Samuelsen (Neistin)

D10B: ÍA – H71 b 15-12
Dagsins leikari: Kristian Ólavur Pállsson (H71)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2022

70 Leygardagur 26. februar 2022

Elsa fyri fyrstu ferð á A-landsliðnum

18-ára gamla Elsa Egholm hevur áður gjørt vart við seg á ungdómslandsliðunum. Bakspælarin úr Hoyvík avloysir Duritu Christophersen Jojic

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum skal møta Eysturríki á heimavølli mikudagin 2. mars og á útivølli leygardagin 5. mars.

Hesum boðar Hondbóltssamband Føroyar frá.

Durita Christophersen Jojic, sum er umráðandi í serliga verjupartinum á landsliðnum, hevur givið avboð. Í hennara stað hevur landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, úttikið Elsu Egholm úr H71.

18-ára gamla Elsa, ið spælir sum bakkur í verju og álopi, var ein av eyðsýndu leikarunum á U19-landsliðnum, sum millum annað vann á Hollandi og Norðurmakedonia í European Championship í fjør summar.

[object Object]Elsa í evropeiskum dysti fyri H71 (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

71 Leygardagur 26. februar 2022

Team Klaksvík vann lykladystin móti StÍF

Heimaliðið hevði eina leiðslu á fleiri mál ígjøgnum so at siga allan dystin, men tað gjørdist heilt spennandi móti endanum. Team Klaksvík hevur nú eina frástøðu á tvey stig til StÍF og er á hálvfinalukós. Neistin tapti aftur fyri H71 og er fimm stig frá fjórða plássinum

Vuk Stevanovic gjørdist toppskjútti fyri Team Klaksvík hóskvøldið (Savnsmynd - Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað gjørdist eitt satt hondbóltsdrama í Badmintonhøllini í Klaksvík hóskvøldið, har Team Klaksvík tók ímóti StÍF, og har fjórða plássið í Burn-deildini, ið gevur atgongd til hálvfinaluna, stóð uppá spæl. 

Tað sá annars leingi út til, at talan fór at verða um ein rímiliga tryggan Team Klaksvík-sigur. Heimaliðið legði seg beinanvegin á odda og uppbygdi sær eina størri leiðslu í seinnu hálvu av hálvleikinum, sum kom heilt upp á fimm mál, tá Vilhelm Vilhelmsen skoraði til 17-12 fimtan sekund fyri steðgin. Hetta vísur á, at Team Klaksvík, sum í stóran mun spældi sjey ímóti seks í álopinum, ikki hevði trupulleikar við at skora móti StÍF, og verjan og David Henigman stóðu væl í hinum endanum.

Heimaliðið byrjaði eisini seinna hálvleik væl, og liðið hjá Heina Hanusarson hevði ikki trupulleikar við at halda leiðsluni fyrstu løtuna. Men StÍF hevði stórliga tørv á stigunum, og teir av vestara armi á Skálafjørðinum stríddu seg innaftur. Munurin varð trý mál, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, og hóast Team Klaksvík svaraði væl aftur, og David í málinum hevði fleiri stórbjargingar, so gjørdist tað spennandi seinastu løtuna.

StÍF fekk bilbukt við sjey ímóti seks spælið hjá Team Klaksvík við millum annað at fara í eina 5-1 verju, og heldur seiga álopsspælið hjá klaksvíkingum eydnaðist ikki meira. Eli Gærdum gjørdist eisini meira eyðsýndur í málinum hjá StÍF og strandingurin, við einari fortíð í Team Klaksvík, skoraði eisini einaferð í tómt mál. Júst kontra og at skora í tómt mál eydnaðist nakrar ferðir hjá StÍF, men Team Klaksvík helt fram við yvirtalsspælinum. Seinastu minuttirnar var tað bert ungi strikuleikarin, Jan Eli Ragnarsson, ið skoraði (tvær ferðir) og talan var um ógvuliga virðismikil mál, tí munurin gjørdist bert eitt mál, tá samanumkom - hóast støðan var 27-22, tá seks og ein hálvur minuttir vóru eftir.

StÍF spældi væl seinastu løtuna, men í síðsta álopinum stóð Team Klaksvík - ið var í undirtali - væl í verjupartinum. Útiliðið kom ikki til skot, bólturin varð fangaður, tá eitt innspæl varð roynt til strikuna, og so var rómur á teimum flestu í høllini. Nú trý umfør eru eftir, liggur Team Klaksvík fyri fyrstu í søgu felagsins til hálvfinalupláss. Team Klaksvík og StÍF vóru jøvn í stigum undan dystinum, men nú liggur fyrimunurin av álvara í Klaksvík - bæði hava lykladyst móti Neistanum fyri framman.

H71 skoraði 37 ferðir
Oddaliðið í Burn-deildini gjørdist steypavinnari leygarkvøldið við knúsandi sigri á Neistanum. Liðini hittust aftur á sama staði hóskvøldið, og hóast Neistin var væl betri við hesaferð - og av álvara fekk gongd á málskjótingina - so var H71 bara betri, og hoyvíkingar fóru frá, sum seinni hálvleikur leið, og vunnu við sjey málum.

Ágúst Ingi Óskarsson fekk als ikki sítt spæl at koyra í finaluni, men íslendingurin skoraði heili fjúrtan ferðir í Høllini á Hálsi hesaferð. Blaðungi Óli Mittún, ið helst skal til tvey EM-endaspøl í summar, gjørdist toppskjútti hjá H71 við átta málum. Hoyvíkingar hava beina kós móti fyrsta plássinum í grundspælinum.

Áhugavert var at síggja, at skaddi Rasmus Søby stóð sum høvuðsvenjari hjá Neistanum. Samstarvið við íslendingin Arnar Gunnarsson støðgaði stutt eftir vanlukkuligu steypafinaluna leygarkvøldið. Hann førdi eisini Neistan til steypafinaluna í fjør.

Neistin skal nú royna at fáa fatur á StÍF og Team Klaksvík. Áðrenn lykladystirnar í Klaksvík og á Skála fyrst í mars bíðar ein uppgávu í Vestmanna sunnudagin. Neistin er í løtuni fimm stig frá fjórða plássinum, men hevur spælt tveir færri dystir enn Team Klaksvík. 

Burn deildin 
Hósdagin 24. februar

Team Klaksvík - StÍF 28-27 (16-11)
Toppskjúttar: Vuk Stevanovic og Bjarni í Selvindi 9 mál

Neistin - H71 30-37 (14-16) 
Toppskjúttar: Ágúst Ingi Óskarsson 14 mál, Óli Mittún 8 mál

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2022

72 Leygardagur 26. februar 2022

Hesuferð hevði Stjørnan yvirtakið á Kyndli

Stjørnan vann mikukvøldið á útivølli móti oddaliðnum í SMS-deildini. Eina løtu í seinna hálvleiki var munurin sjey mál

Kyndil kopppaði Stjørnuni eftir spennandi hálvfinalur í steypakappingini. Hesuferð dró liðið úr Klaksvík longra stráðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir tvær sera tættar hálvfinalur í steypakappingini fyrr í mánaðinum vóru kyndilskvinnur omaná við einum máli og tryggjaðu sær harvið pláss í steypafinaluni, ið verður 19. mars móti H71.

Kyndil hevði mikukvøldið møguleikan at leggja seg tvey stig fram um H71, men júst tíggju dagar eftir intensu seinna hálvfinalanuna í KÍ-høllini, lønti Stjørnan Kyndli aftur.

Tað var annars heimaliðið, ið byrjaði betri, og eftir tólv minuttir var 9-6. Men eftir hetta steðgaði Kyndil næstan heilt upp, og kom ikki í gongd aftur fyrrenn í seinna hálvleiki. Hinvegin fór Stjørnan av álvara í gongd og var á odda við fýra málum í steðginum.

Tíðiliga í seinna hálveiki fór munurin upp á 6-7 mál, og hóast Kyndil kom niður á tvey mál, tá Turið Arge Samuelsen skoraði sítt mál nummar 13, tá átta minuttir vóru eftir, so helt Stjørnan fast og fekk tvey virðismikil stig - serliga fyri tann mentala partin, nú FM-hálvfinalurnar nærkast.

Tvey lið, ið ikki vera í hálvfinalunum, spældu á Eiði mikukvøldið. EB var væl við móti verandi føroyameistarunum, og var eina løtu á odda í seinna hálvleiki. Tað endaði tó við, at StÍF vann við tveimum málum. StÍF fer at enda nummar fimm í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

73 Leygardagur 26. februar 2022

Helgi Hoydal til norskan topphondbólt

KRS Topphåndball hevur skrivað tvey ára sáttmála við føroyska strikuspælaran

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski landsliðsspælarin í hondbólti, Helgi Hildarson Hoydal, fer komandi kappingarár at spæla í bestu norsku hondbóltsdeildini.

Eftir at hava spælt nøkur ár við Viking HK í Stavanger í næstbestu deildini, hevur Helgi nú gjørt tvey ára sáttmála við KRS Topphandball í Kristiansand, sum spælir í bestu norsku deildini.

Talan er um sama felag, sum herfyri gjørdi sáttmála við unga hoyvíkingin, Paula Mittún, so nú verða tveir fyrrverandi H71’arar við í KRS.

Á heimasíðuni hjá KRS verður víst á, at við Helga Hildarsyni Hoydal fær felagið ein leikara við góðum leiðaraevnum, stríðsevnum, evnum at umstilla seg frá verju til álop og góðan 3’ara við útstráling í verjuni.

Helgi Hoydal hevur spælt 23 dystir fyri føroyska A-landsliðið.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2022

74 Leygardagur 26. februar 2022

Hesir spæla móti Hvítarusslandi

16 leikarar eru úttiknir til dystirnar hjá A-landsliðnum hjá monnum 16. og 20. mars

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, venjarar hjá A-landsliðnum hjá monnum, hava úttikið 16 leikarar til dystirnar móti Hvítarusslandi, sum verða, 16. og 20. mars.

Talan er um fyrsta play-off umfar í HM-undankappingini, har vinnarin yvir tveir dystir skal møta hægri styrkismettu Týsklandi, har síðani vinnari yvir tveir dystir fær HM-plássið, skrivar Hondbóltssambandið.

Føroyar møta Hvítarusslandi mikudagin 16. mars klokkan 19 í Høllini á Hálsi, og sunnudagin 20. mars klokkan 17 í Minsk.

Hópurin, sum er úttikin til dystirnar er hesin:

Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71

Útileikarar:
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Leivur Mortensen, Odder Håndbold (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR)
Pauli Mittún, H71
Kjartan Johansen, Önnereds (SWE)
Vilhelm Poulsen, Fram (ISL)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold (DEN)
Nicklas Selvig, KÍF
Rókur Akralíð, HC Odense, (DEN)
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (NOR)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2022

75 Leygardagur 26. februar 2022

Klaksvíkingar endurupplivdu gylta kappingarárið

Filmurin um kappingarárið 2021, “KÍ eru vit”, varð undansýndur í Spinnarínum síðsta fríggjakvøld

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var stórur spenningur í Spinnarínum í Klaksvík síðsta fríggjakvøld. Bláa Bylgja, fjepparafelagið hjá KÍ, hevði stórt tiltak fyri innbodnum, har filmurin um kappingarárið í fjør, tá KÍ vann FM, skuldi undansýnast.

Filmurin eitur “KÍ eru vit”. Solby A. Christiansdóttir, journalistur, hevur lagt til rættis saman við Raclip. 

Áðrenn filmurin varð vístur, bjóðaði Bláa Bylgja ein góðan bita og okkurt gott aftur við. Eisini vóru røður og felagssangur á skránni.

Filmurin er ein tíma langur, og við øllum málunum í væleydnaðu landskappingini, men eisini málini og brot úr minni væl eydnaðu luttøkuni í steypakappingini og Evropaluttøkuni.

Filmsliðið hevur fylgt monnunum hjá KÍ alt kappingarárið í fjør, og vit sum hyggjarar sluppu eisini inn í enskt talandi skiftingarúmið hjá Mikkjali Thomassen og hinum. Solby A. Christiansdóttir greiddi frá, at tá avtornaði, vóru fýra tímar at brúkbarum sjónvarpsupptøkum. Tað er ógvuliga nógv, og tað skuldi klippast niður í ein hálvan tíma.

Umframt mál og aðrar upptøkur rundan um vøllin, verða samrøður gjørdar við fleiri leikarar, og vit eru heima hjá nøkrum av leikarunum áðrenn onkran dyst. Vit síggja hvussu nógv sukur Árni Frederiksberg oysir oman yvir sín havragreyt áðrenn dyst, og vit síggja friðsæla trillitúrin, sum Jákup Biskopstø Andreasen fer við soninum áðrenn avgerandi dyst.

Tvær løtur sum vóru merkisverdar í Spinnarínum hetta kvøldið var, tá filmurin vísti brot av avgerandi frísparkinum hjá Árna Frederiksberg í dystinum ímóti HB í apríl. Dysturin varð avgjørdur við beinleiðis frísparki í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Smílini og gleðin millum hyggjararnar var ikki at taka feil av. Tá so filmurin kom til tapið móti NSÍ í steypakappingini, hvurvu smílini eina løtu.

Filmurin má sigast at vera eitt flott avrik, sum eitt felag ella fjepparafelag í Føroyum ikki megnar bara soleiðis. Hetta hevur kravt nógv og kostað nakað eisini. Tað sást eisini aftur á rullitekstinum, har listin av stuðlum ongan enda mundi fingið.

Tummil upp til, at fólk hava mót uppá slíkar filmsverkætlanir.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2022

76 Leygardagur 26. februar 2022

KÍ og B36 leggja fyri sunnudagin

Sunnudagin klokkan 16 verður ársins fyrsti almenni fótbóltsdystur, tá ið føroyameistararnir úr KÍ og steypavinnararnir úr B36 møtast á Tórsvølli, har teir kappast um at vinna Stórsteypið, men eisini rætta Epilepsifelagnum eina hjálpandi hond

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kappingarárið í fjør endaði við, at KÍ í landskappingini sera sannførandi var best og við eini rúgvu av ymsum metum tók føroyameistaraheitið í stórum stíli. Hinvegin var B36 undan steypafinaluni ímóti NSÍ í veruleikanum úti av spælinum, men fekk við sigri vunnið steypið og síðsta europeiska plássið í komandi kappingarárinum.

Nú fæst so at síggja, hvussu tey bæði liðini, ið endaðu ovast av øllum í teimum báðum kappingunum, vit hava í føroyskum fótbólti, eru fyri undan nýggju kappingini. Ábendingar hava verið í VFF-kappingini, Klaksvíkskappingini og øðrum venjingardystum, men nú er tað álvari.

Stórsteypadysturin hjá monnum verður bríkslaður í gongd sunnudagin 27. februar klokkan 16 á Tórsvølli, og verður tað Rúni Gaardbo, ið skal leiða ársins fyrsta almenna dyst sum dómari.

Annars eru tað sum vant Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, ið samstarva um dystin og alt rundanum, so FSF tekur sær av tí fótbóltsliga og Lions av tí, ið fevnir um vælgerandi partin.

Tað er í ár Epilepsifelagið, sum í ár fær ágóðan av bæði stórsteypadystunum hjá kvinnum og monnum, umframt stórsteypadystunum í hondbólti, sum vórðu spældir í september í fjør, so samlaða upphæddin, ið er til avlops frá teimum tilsamans fýra dystunum, kemur Epilepsifelagnum til góðar.

Nú fótbólturin fer í gongd, er talan í fyrsta umfari um stórsteypadystin hjá monnunum, tí tann hjá kvinnunum, sum verður millum KÍ og NSÍ, sum ávikavist vóru føroyameistari og steypavinnari í fjør, verður spældur á Tórsvølli um smáar tvær vikur, leygardagin 12. mars klokkan 17.

Stórsteypadystir, menn
2007: B36-HB 1-1 (5-3 eftir brotsspørk)
2008: NSÍ-EB/Streymur 4-0
2009: EB/Streymur-HB 1-3
2010: HB-Víkingur 2-1
2011: HB-EB/Streymur 0-2
2012: B36-EB/Streymur 1-2
2013: EB/Streymur-Víkingur 1-0
2014: HB-Víkingur 1-2
2015: B36-Víkingur 3-3 (3-5 eftir brotsspørk)
2016: B36-Víkingur 0-1
2017: Víkingur-KÍ 2-1
2018: Víkingur-NSÍ 1-1 (3-2 eftir brotsspørk)
2019: HB-B36 1-0
2020: KÍ-HB 1-1 (5-4 eftir brotsspørk)
2021: HB-NSÍ 3-1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2022

77 Leygardagur 26. februar 2022

Føroyar greitt omaná á Gibraltar

Hóast málið hjá Juliu Naomi Mortensen í fyrra hálvleiki gjørdist hitt einasta, so var sigurin á Gibraltar sannførandi

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var eitt væl skipað og væl spælandi føroyskt kvinnulandslið, sum sunnudagin vitjaði Victoria Stadium á Gibraltar.

Frá fyrsta bríksli vóru Føroyar leikliga omaná, og stýrdu so at siga øllum frá byrjan til enda. Mótstøðuliðið var á einum heilt øðrum stigi enn tey, sum føroysku kvinnurnar annars spæla undankappingardystir ímóti, og tað var tí ein heldur óvand støða hjá føroyingum at átaka sær leiklutin sum spælstýrandi. 

Tað eydnaðist tó heilt væl, og hóast tað sjáldan bleiv til stórar málmøguleikar, so høvdu kvinnurnar tamarhald á støðuni alla tíðina. Tað var tí eisini fult uppiborið, tá Julia Naomi Mortensen eftir eitt knapt korter skoraði sítt fyrsta A-landsliðsmál, sum samstundis eisini gjørdist sigursmálið í dystinum.

Venjingarlegan hjá kvinnulandsliðnum er nú av, og næsta uppgávan á skránni verður í HM undankappingini, tá Føroyar í apríl skulu til Budapest at spæla móti Ungarn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2022

78 Leygardagur 26. februar 2022

Hesar skulu umboða Føroyar til EM-undankapping í Ísrael

Í døgunum 7. til 17. mars skal føroyska U17-landsliðið við gentum spæla móti Ísrael, Norðurírland og Luksemborg

Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingina (Mynd: fsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Hópurin hevur fyrireikað seg væl til kappingina, við venjingum, venjingarlegum og dystum, sum hava verið móti liðum í Betri Deildini, og áðrenn fráferð verður ein venjingarlega afturat á skránni, umframt ein venjingardystur.

Hetta skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum um U17-landsliðið við gentum, sum í døgunum 7. til 17. skal spæla EM-undankapping í Ísrael

Umframt vertslandið og Føroyar, eru Norðurírland og Luksemborg eisini í bólkinum.

Pauli Poulsen er venjari hjá U17-gentunum og saman við hjálparvenjarunum, Jákupi Mortensen og Jacobu Langgaard, hevur hann tikið hesar tjúgu til EM-undankappingina í Ísrael.

Hópurin
Lisa Haraldsen, 07 Vestur
Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36
Natalia Dansdóttir Olsen, EB/Streymur
Lea Tórarenni, HB
Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB
Astrid Mittfoss, HB
Teresa Jacobsen, HB
Borghild Debes Dánjalsdóttir, HB
Jórun Najma Patawary, KÍ
Vár Johannesen, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Rakul Sørensen, Víkingur
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Vildbjerg SF (Danmark)
Brá Zachariasardóttir, FC Hoyvík
Katarina Berg Mikkelsen, Skála
Jakobina Bergsdóttir, Skála
Ingrið Berg Rasmussen, Skála
Sólja Ernstdóttir, Skála

Skráin
10. mars Føroyar – Ísrael
13. mars Norðurírland – Føroyar
16. mars Luksemborg – Føroyar

Nógv er á skránni hjá føroyska U17-landsliðnum við gentum í hesum árinum. Í apríl skulu tær til UEFA menningarkapping í Bosnia-Hersigovina, og um mánaðarskifti juni-juli er NM á skránni í Noregi. Og harafturat skulu tær aftur til eina EM-undankapping í heyst, skrivar fsf.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2022

79 Leygardagur 26. februar 2022

Jón Simonsen skal venja 1. deild hjá 07 Vestur

Liðið er nýtt í 1. deild, og skal hetta verða seinasta stig hjá ungu leikarunum, áðrenn teir skulu upp í Betrideildina, sigur felagið

(Mynd: 07 Vestur
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í farnu viku varð avtala gjørd við Jón Simonsen um at venja 1. deild hjá 07 Vestur.

Jón Simonsen hevur arbeitt við fótbólti í rættiliga nógv ár, millum annað í Fuglafirði, sum høvuðsvenjari í Betrideildini og 1. deild, men eisini hevur hann arbeitt sum hjálparvenjari og venjari í 1. deild hjá HB, og við kvinnunum hjá B36.

07 Vestur eru uppflytarar úr 2. deild í fjør, og uppgávan, sum 48 ára gamli klaksvíkingurin hevur tikið uppá seg, er rættliga stór og spennandi. Eitt mál er sjálvandi at fáa teir næstbestu hjá 07 Vestur at støðast í 1. deild, men samstundis, og avgerandi fyri felagið er, at liðið eyðnast sum seinasta menningarstigið hjá yngru leikarunum, áðrenn teir skulu upp í Betrideildina at spæla, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Umframt Jón, sum verður høvuðsvenjari hjá 1. deild, verður eisini hjálparvenjari knýttur at liðinum. Høvuðsvenjarin í Betri Deildini, Michael Schønberg, kemur eisini at arbeiða saman við Jón um leikarar, sum skulu ella kunnu gerast partur av hópinum hjá Betrideildini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2022

80 Leygardagur 26. februar 2022

Champions League finalan flutt úr Russlandi

Eftir ætlan skuldi finalan verða í Sankta Pætursborg 28. mai, men í staðin verður hon í Paris – allir heimadystir hjá ukrainskum og russiskum liðum verða eisini fluttir, sigur UEFA

Her skuldi finalan eftir ætlan spælast, men so verður kortini ikki (Mynd: Reuters)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA hevur í dag avgjørt at flyta ársins Champions League finalu úr russiska býnum Sankta Pætursborg orsakað av russisku innrásini í Ukraina. Í staðin verður finalan í franska høvuðsstaðnum Paris.

Umframt hetta verða allir UEFA-heimadystir hjá ukrainskum og russiskum liðum spældir á neutralum støðum, inntil nærri boð verða givin.

Champions League finalan skuldi eftir ætlan verða í russiska býnum 28. mai framman fyri túsundatals ákoðarum úr øllum Evropa.

Dmitry Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini, sigur, sambært Reuters, at tað er harmiligt, at avgerð er tikin um at flyta finaluna.

– Sankta Pætursborg hevði kunnað givið øllum góðar umstøður til hesa fótbóltsveitsluna, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2022

81 Leygardagur 26. februar 2022

Leirvíkingur heldur fram í 07 Vestur

07 Vestur og Dánial Pauli Lervig hava longt sáttmálan, og, so leirvíkingurin, sum kom vestur at spæla í fjør, heldur fram í 07 Vestur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

30-ára gamli verjuleikarin, sum meginpartin av fótbóltslívinum hevur leikt við Víkingi, hevði annars verið trý tey seinastu árini í HB, tá hann flutti vestur til 07 Vestur áðrenn seinasta kappingár, og bleiv ein týðningarmikil leikari í miðverjuni og á vinstra bakki.

Dánial Pauli varð umráðandi tilgongd í fjør, og kann roknast við at vera ein stuðulsleikari aftur í ár. Hann varð av mest leikandi spælarunum hjá 07 Vestur í fjør, og spældi 21 dystir íroknað steypakappingina, og byrjaði inni í øllum uttan einum.

Fyrsta umfar í landskappingini verður móti júst barndómsfelagnum hjá Dánial Paula, Víkingi, leygardagin 5. mars.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2022

82 Leygardagur 26. februar 2022

Hurðin til FM-finalurnar gloppað, eftir at SÍ vann á ÍF 

ÍF-liðið hevur avbjóðingar eftir at sørvingar vunnu greiðan 3-0 sigur mánakvøldið

SÍ í hvítum í hálvfinaluni ímóti Mjølni 12. februar (Mynd: Phil Freere)
SkrivaÐ:

Innsent

ÍF, sum seinastu tvær vikurnar hevur verið flúgvandi og havt beina kós móti FM-finalunum, eftir at hava vunnið tríggjar ferðir á Fleyr og eina ferð á Mjølni í minniligum 5-settara, fekk mánakvøldið oyruni í maskinuna, tá liðið vitjaði talentfabrikkina í Sørvági, har tað stóð á gomlum nøglum í fyrsta setti. Men tað helt, og SÍ vann loksins 32-30.  

Annað settið var eisini javnt, men aftur var tað SÍ, sum vann; hesaferð 25-23. Í triðja setti vóru fuglfirðingarnir blástir av vøllinum, og SÍ vann so mikið sum 25-10!

Við hesum úrslitinum kom rættiligur spenningur aftur í kappingina um seinna finaluplássið um føroyameistaraheitið, har ÍF nú bara er trý stig framman fyri SÍ. Men treytirnar hjá sørvingum eru harðar, tí helst skulu teir endurtaka bragdið frá mánakvøldinum longu í næsta landskappingardystinum, sum verður ímóti ÍF í Fuglafirði 5. mars.

Fær SÍ tá trý stig, so er púra javnt í stigum, men vinnur ÍF, so veksur munurin aftur til seks stig, og so er Másin helst farin...

Áðrenn avgerandi brakið í Fuglafirði, verður ÍF partur av øðrum braki, sum er í dag, tá steypafinalan verður millum ÍF og Mjølnir.

Úrslit: SÍ – ÍF 3-0 (32-30, 25-23, 25-10)  

Støðan í Føroya Tele-deildini:
Nr.    Lið  Dystir / Stig
Nr. 1 Mjølnir 11 / 29
Nr. 2 ÍF 12 / 22
Nr. 3 SÍ 11 / 19
Nr. 4 Fleyr 10 / 14
Nr. 5 Ternan 12 / 0
(Hvørt lið spælir 16 dystir – tvey tey ovastu spæla tvær FM-finalur)  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2022

83 Leygardagur 26. februar 2022

Kvinnurnar hjá Fleyr tóku oddasessin – menninir spiltu sær kjansin

Fleyr tók oddasessin frá SÍ við 3-1 sigri ímóti nettupp sørvágskvinnum, sum hava ligið fremst alt kappingarárið

 
SkrivaÐ:

Innsent

Oddadystur var síðsta leygardag í Føroya Tele-deildini í flogbólti hjá kvinnum millum SÍ og Fleyr, og við 3-1 sigri tók havnarliðið oddasessin frá SÍ, sum annars hevur ligið fremst alt kappingarárið. Fleyr er nú tvey stig frammanfyri.

Í dag møtast somu lið í steypafinaluni.

Mjølnir vaknað
Hjá Mjølni gongur formkurvan uppeftir. Fyri tveimum vikum síðan vunnu klaksvíkingarnir sítt fyrsta stig í kappingini í 3-2 tapinum fyri KÍF, og leygardagin gekk uppaftur betur, tá TB stóð fyri skotum og noyddist longu leiðina suðuraftur við 3-0 tapi skjáttuni.

Úrslit:
SÍ-Fleyr 3-1 (22-25, 25-17, 20-25, 18-25)
Mjølnir-TB 3-0 (25-20, 25-19, 25-17)

Støðan: Lið - Dystir / Stig
Nr. 1 Fleyr  9 / 22
Nr. 2 SÍ  9 / 20
Nr. 3 Dráttur 9 / 17
Nr. 4 KÍF 8 / 9
Nr. 5 TB 7 / 6
Nr. 6 Mjølnir 10 / 4


Menn: Fleyr spilti sær kjansin ímóti ÍF
Eftir 3-1 tap fyri ÍF eru møguleikarnir hjá Fleyr at røkka finaluplássi um føroyameistaraheitið farnir at fækkast, tó at tað er ikki ógjørligt enn. Tapið leygardagin man kennast havnarliðnum sum ein spiltur kjansur, tí bæði í fyrsta og øðrum setti høvdu teir settbóltar - tríggjar í hvørjum setti, men eingin var gagnnýttur. Tað eydnaðist tó í triðja setti, sum Fleyr vann 26-24, men eitt klassiskt comeback gjørdist talan tó ikki um, tí eftir 14-14 í fjórða setti dróg ÍF frá, og Vukasin Nedeljkovic langaði sum so ofta seinasta bóltin í gólvið til 25-17 til ÍF.

ÍF liggur á einum greiðum øðrumplássi á stigatalvuni, seks stig framman fyri SÍ á triðja plássi og átta stig frammanfyri Fleyr á fjórða plássi. SÍ og Fleyr hava tó spælt ein dyst færri enn ÍF.

Toppur og botnur á Toftum
Á Toftum vann oddaliðið Mjølnir pliktsigur á Ternuni. Úrslitið var 3-0. Mjølnir liggur greitt á odda í deildini; sjey stig frammanfyri ÍF á øðrum plássi.

Herfyri søgdu tey á Toftum, at fyribils málið hjá ungu manningini hjá Ternuni var at vinna eitt sett í ár. Hetta er eydnast tvær ferðir seinastu vikurnar við at vinna sett móti bæði Mjølni og SÍ.

Úrslit:
ÍF-Fleyr 3-1 (26-24, 27-25, 24-26, 25-17)
Ternan-Mjølnir 0-3 (15-25, 20-25, 20-25)

Støðan: Lið - Dystir / Stig
Nr. 1 Mjølnir 11 / 29
Nr. 2 ÍF 11 / 22
Nr. 3 SÍ 10 / 16
Nr. 4 Fleyr 10 / 14
Nr. 5. Ternan 12 / 0


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2022

84 Leygardagur 26. februar 2022

Menninir hjá ÍF Føroyum spæla um uppflyting til triðbestu deildina

Hetta kappingarárið hevur hilnast væl hjá vælmannaða liðnum, og nú fýra umfør eru eftir, er møguleikin fyri uppflyting góður. Kvinnurnar, ið spæla í seriu 1, liggja til uppflyting

Besta mansliðið eftir enn ein sigur um vikuskiftið
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað eru spennandi tíðir hjá føroysku hondbóltsútisetunum í danska høvuðsstaðnum. Nú fýra umfør eru eftir at spæla.

Kvinnurnar spæla í serie 1, men eftir eitt sannførandi kappingarár, har fyrsti ósigurin ikki kom fyrrenn fyri einari viku síðani í tíggjunda dysti. ÍF Føroyar er oddalið hevur beinleiðis kós móti "kvalifikationsrækken", har besta kvinnuliðið ofta hevur spælt fyrr, og uppflytingin kann so at siga koma í hús í kvøld við sigri í fjórðseinasta umfari. Á liðnum er fleiri, sum hava verið við til at myndað bestu føroysku deildina seinastu árini.

Hjá monnunum er uppflyting til eina deild á lutfalsliga høgum støði uppá spæl. Tað eru eisini fýra dystir at spæla um, og um tað gongst væl, skal besta mansliðið í apríl spæla uppflyting til triðbestu donsku deildina sum tvey'ari í deildini - um tað gongst heilt væl, so kann tað eydnast at vinna sær beinleiðis uppflyting við at vinna 3. división. 

13. mars er oddadystur á skránni móti Dianalund/Tersløse á útivølli - hetta liðið er tvey stig framman fyri ÍF Føroyar, sum liggur á øðrum plássi. Hinir tríggir dystirnir, ið eru eftir fyribils, eru allir heimadystir. Teir hava tvær felagsvenjingar saman, men so at siga allir hava fitt av, ella nógvar, royndir frá bestu føroysku deildini og eisini í landsliðshøpi. Eirikur Simonsen, Julian Olsen, Rune Olsen, Tummas Pauli Hanusarson og Rasmus Müller eru millum teir, ið hava spælt á besta mansliðnum hjá ÍF Føroyum í ár - Hørður Trygvason og Mikkjal Hansen eru málverjarnir.  

Síðst menninir hjá ÍF Føroyum spældi í triðbestu deildini var í 2014/2015, tá liðið var mannað av fleiri landsliðsleikaruum. Umframt omanfyrinevnda Tummas Paula var Tróndur Kragesteen ein av teimum, ið var við tá. Í tí kappingarárinum kom liðið eisini langt í steypakappingini við millum annað við at vinna á liðum úr 1. division.

Venjingarnar taka leikarar í felagnum sær av sjálvir. Hjá monnum er tað í løtuni mest Bartal Klein Olsen, ið stendur fyri teimum. Fyrrverandi Kyndla-leikarin fekk ein álvarasaman knæskaða í fjør, men verður aftur á vøllinum næsta kappingarár. Vant verður í Sundbyøsterhallunum, beint við Amagerbrogade, ella í Sundbyvester - beint við leikvøllin hjá fótbóltsliðnum Fremad Amager. Bæði støðini eru ein stuttan súkklutúr frá Oyrasundskollegiinum, har nógv av teimum, ið spæla við liðunum, búgva. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2022

85 Leygardagur 26. februar 2022

Knørrafelagið útblakað: 832 fólk heita á løgmann um at loysa málið um uppsøgnina

Løgmansskrivstovan hevur uppsagt leigusáttmálan við Róðrarfelagið Knørr um Evensens pakkhús. Tann 1. apríl hevur felagið einki neyst til sínar bátar

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tann 1. apríl hevur Róðrarfelagið Knørrur einki neyst til bátar sínar. Felagið hevur leigað í Evensens pakkhúsi, men Løgmansskrivstovan vil hava felagið út, tí hon vil goyma timbur har inni. 

Sambært Róðrarfelagnum Knørri, kann tilfarið vera allastaðni, men róðrarfelagið kann bara vera við sjógvin.

Undir heitinum "Steðgið vanvirðiligu viðferðini av Róðrarfelagnum Knørri" skipaðu knørrastuðlar nú fyri undirskriftarinnsamling fyri at hjálpa felagnum og heita á løgmann um at vera við til at loysa málið, so at Róðrarfelagið Knørrur kann verða verandi í Evensens pakkhúsi.

Løgmaður er móttakari, av tí at hann er verji hjá føroyskum ítrótti. 832 undirskriftir komu inn tá innsavnanin av undirskriftum endaði týsdagin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2022

86 Leygardagur 26. februar 2022

Tvær altjóða dartkappingar í Havn í mars

Fleiri útlendingar hava longu boðað frá luttøku í Tórshavn Open og Faroe Islands Open

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Havnar Dartfelag skipar saman við Dartsambandi Føroya í døgunum 18. til 20. mars fyri tveimum altjóða dartkappingum í Føroyum. Tað eru kappingarnar Tórshavn Open, ið verður hildin 11. árið á rað, og Faroe Islands Open, ið verður hildin á fyrsta sinni. Báðar kappingarnar verða hildnar á Glasir.

Í ár er kanska eitt sindur torført at meta um luttøkuna, men umframt einar 50 føroyskar luttakarar, vóna fyrireikararnir, at einir 30 útlendskir dartspælarar koma til Føroya at luttaka.

Higartil hava luttakarar úr Svørríki, Danmark, Noregi, Íslandi, Niðurlondum og Onglandi boðað frá luttøku. Harumframt kemur svenska landsliðið at luttaka og spæla landsdyst ímóti føroysku mans- og kvinnulandsliðnum.

Kappingin er nógv tann størsta einstaka dartkapping í Føroyum, og hevur luttakaratalið verið vaksandi øll árini. Í ár eru væntanarnir til kappingina tó heilt serligar, tí føroyskt dart nýliga er blivið altjóða viðurkent.

Dartsambandið er blivið limur í WDF, ið er altjóða felagskapur fyri dartítróttina, og føroyskt dart gerast harvið nógv meira sjónlig uttanlands, og samstundis meira áhugaverd hjá útlendskum leikarum at luttaka í.

Heimliga kappingin hevur, líkasum nógvur annar ítróttur, verið nógv ávirkað av korona seinastu tvey árini. Men nú er við at koma gongd á aftur.

Glasir verður karmur um allar kappingarnar á hesum sinni. Havnar Dartfelag hevur at havt kapping har, og tað eydnaðist serstakliga væl. Bæði fyriskiparar og Glasir vóru sera væl nøgd, og hava avtalað at royna tað aftur.

Tað verður møguleiki hjá áskoðarum at fylgja við kappingunum, bæði á Glasir og í beinleiðis stroyming. Meira um tað seinni.

[object Object]

Tað, at kappingin er ein opin kapping, merkir at øll sum duga at spæla dart kunna meldað seg og luttaka. Ein meldar til kappingarnar við at skriva teldupost til [email protected].


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2022

87 Leygardagur 26. februar 2022

Stórur áhugi fyri e-sporti

Eftir ein koronastøðg, fer Effo-deildin í “League of Legends” í gongd aftur í næstum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú kemur ferð á e-sportin aftur. Í næstum byrjar annað kappingarár í Effo Deildini, har meira enn 130 leikarar eru skrásettir, og yvir 2.500 føroyingar hava fylgt við á livestroymingini frá fyrra kappingarár.

Effo Deildin verður leikt í e-sport spælinum “League of Legends”, ið verður mett at verða eitt tað størsta e-sport spæli í Føroyum, har umleið 1.000 føroyingar spæla regluliga. Til kappingina verður spælt 18 umførð, og einans 10 føroysk lið sleppa at kappast við í bestu deildini.

Í ár eru vinningarnir høgir; spælt verður um slakar 70.000 krónur, og vinningarnir eru nógvir í reiðum peningi og øðrum vinningum frá stuðlunum.

Síðsta kappingarár setti met
Til fyrstu sesong sóu vit hvussu stórur tørvurin var at skipa fyri einari kappingardeild í “League of Legends”. Gott 2.500 føroyingar settu vitjaðu livestroymingarnar, og enn fleiri vitjaðu heimasíðuna esport.fo.

Hetta metið ynskja fyriskiparnir at bróta til aðru sesong av Effo Deildini.

Rúni W. Johnsen, ein av fyrireikarunum, sigur fylgjandi:

- Eftir eina væleydnaða sesong eru vit nú ovurfegin um at kunna hýsa aðru sesong aftur fyri teimum ungu. Flest øll ung kenna og fylgja við í ymsum e-sport kappingum, og nú vit fara í gongd aftur aftaná eitt stilt 2021, hoyra vit frá nógvum, at tey eru sera spent at síggja framgongdina í føroyskum e-sporti.

Farsóttin og føroyskur E-sportur
Eins og við øllum øðrum setti covid-19 ein dempara á føroyskan e-sport. Bert ein kapping var í 2021, sum var fyriskipað í samstarv við Krabbameinsfelagið.

Vegna koronatilmælini valdi esport.fo at seta ein stuttan steðg fyri øllum tiltøkum, herímillum kappingum. Men nú tilmælini verða avtikin síðst í februar, so fara vit við fullari ferð í gongd aftur.

- Tiltøk okkara hava altíð verið hildin við áskoðarum og palli, so leikararnir kunnu kappast. Tí hava vit verið sera hart rakt av farsóttini. Av tí sama var framtíðin hjá føroyskum e-sporti í veruligum vandaa fyri at doyggja út. Men hinvegin meta vit, at málbólkurin er størri enn nakrantíð áður, nú ung sum vaksin støðugt gerast klókari upp á heimin innan e-sport, sigur Rúni W. Johnsen.

Um Effo Deildina
Kappingin er skipað soleiðis, at á fyrsta sinni verður spælt ein undankapping, sum avgerð hvør sleppur við í Effo Deildina. Liðini, ið ikki megna at berja seg inn í Effo Deildina, enda í Deild B, sum er eitt sera gott høvi hjá royndum og óroyndum at royna seg í einari veruligari føroyskari e-sport kapping.

Øll kunnu royna seg, og tilmelding fer fram á heimasíðuni esport.fo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2022