Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 12. mars 2022 | Nr. 11 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Flottasta skipið í flotanum

SíÐa 4

1 Leygardagur 12. mars 2022

Góðan lesihug og góða grækarismessu

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Sexisma skal ikki góðtakast

Við hvørt er ráðiligt líka at venda málinum saman við einum, tú hevur álit á, áðrenn farið verður út í almenningin at úttala seg um viðkvom mál.

Hetta hevur løgtingsins formaður vónandi fingið at vita eftir hansara, milt sagt, óhepnu úttalilsir í útvarpinum hjá kringvarpinum í gjár.

Maðurin í landsins tignarligasta sessi, varð spurdur um eitt pínligt mál, ið er komið á borðið hjá honum at liggja.

Á kvinnudegnum 8. mars avdúkaðu tær báðar yngstu løgtingskvinnurnar, at tær hava orðað eina kæru til formansskapin í løgtinginum, har tær greiða frá, at tær kenna seg firtnar av atburðinum, sum løgtingsfólk vísa yvir fyri hvørjum øðrum. Tær nevndu dømir um atburð, ið tær fata sum beinleiðis sexistiskur móti teimum sjálvum.

Sum skilst var ætlanin við hesi kæruni ikki at fara eftir teimum monnunum, sum hava verið ófantaligir mótvegis teimum, men heldur ein roynd at gera formansskapin á tingi varugan við, at tað eru løgtingsmenn, ið uppføra seg ósømiliga mótvegis teirra kvinnuligu starvsfeløgum. Tí vórðu heldur ongi nøvn nevnd í skrivinum til formansskapin.

Men tá tingsformaðurin í gjár av útvarpinum varð biðin um at viðmerkja málið, og greiða frá, hvat formansskapurin nú ger við tað, so fall tað ikki manninum á hesum tignarliga embæti inn at harmast um tað, sum hesar kvinnur hava verið útsettar fyri til arbeiðis á løgtingi.

Nei, hann vendi málið á høvdið og harmaðist um, at nú eru allir menn á tingi lagdir undir illgruna, og so harmaðist hann eisini um, at málið nú varð borið alment fram, ja, út til alt Føroya fólk.

Virðiligari hevði verið, um løgtingsformaðurin vísti forstáilsi fyri tí ágangi, sum ungu tingkvinnurnar siga seg hava verið úti fyri, og hevði lovað at tikið málið upp til tess at støðga slíkari “ósømiliga gerandissexismu”, sum kvinnurnar sjálvar hava kallað tað. Tí slíkt skal ikki góðtakast.

Út frá samrøðuni við løgtingsformannin ljóðaði tað nærmast, sum trúði hann ikki tí, sum kvinnurnar hava borið fram.

Nú vita vit væl, at tað mentanarliga er langt frá tveimum ungum kvinnum á progressiva vinstraveinginum til tilkomna tingformannin á konservativa høgraveinginum. Men tingformaðurin førir javnan fram, at hansara uppgáva er at ganga á odda fyri øll á tingi og ikki gera mismun á fólki.

Við einsíðugt at verja sítt egna egna kyn og ikki vilja vísa sympati yvirhøvur fyri teimum, ið kenna seg eyðmýkt ella taka støðu til trupulleikan, sum ungu kvinnurnar vísa á, hevur tingformaðurin ikki røkt sína uppgávu til lítar, og tað er harmiligt.

Tí er tað altíð ein fyrimunur at hava onkran at venda sínar tankar við, áðrenn farið verður út í almenningin og leggja ein hugburð á blik, ið lættliga kann at skaða meira enn hann gagnar.  

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 7625

    Lisnar síður: 21550

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 12. mars 2022

- Strandferðslan má loysast frá fíggjarlógini

Arbeiðsbólkur mælir til at skipa Strandferðsluna í sjálvstøðugan stovn ella alment partafelag. Tørvurin hjá brúkarunum má setast í hásætið

Rúni V. Poulsen, formaður í arbeiðsbólkinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast undran yvir at Strandfaraskip Landsins virka so væl, sum tey gera við núverandi avgamla skipaflota, so var tað tó ein hvassur kritikkur av núverandi strandferðslu, sum var á skránni, tá ein nýggj ætlan um Strandferðsluna varð løgd fram í Tinganesi fyrrapartin.

Tað var undanfarni landsstýrismaður við samferðslumálum, Jørgen Niclasen, sum á sumri 2021 tók stig til at seta ein arbeiðsbólk at greina virksemið hjá SSL.

Formaður í arbeiðsbólkinum hevur verið Rúni V. Poulsen, fyrrverandi stjóri í Smyril Line. Og hann var rættiliga bersøgin, tá hann legði frágreiðingina alment fram fyrrapartin.

Tað er ikki starvsfólkini, sum fingu ábreiðslurnar. Tað var skipanin.

[object Object]
Jóhanna á Bergi og Søren Bruun hava mannað arbeiðsbólkin saman við Rúna V. Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)

Loysast frá játtanarskipan

Fremsta niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum, nærmast fyri at bjarga Strandferðsluni, er, at loysa henni frá núverandi játtanarskipan, sum er galdandi fyri almennar stovnar.

- Tað, at Strandferðslan ikki kann hava avlop ella hall á roknskapinum, men hvørt ár skal enda á null ber ikki til. Í fyrstu atløgu tí at tað tekur alt ov nógv orku frá leiðsluni at skipa so fyri, at roknskapurin endar á null, segði Rúni V. Poulsen millum annað.

Henda skipan forðar fyri, at Strandferðslan kann gera langtíðarætlanir. Tað gongur út yvir raksturin og eitt nú viðlíkahaldi av skipunum, tá stovnurin á hvørjum ári er so bundin at játtani, sum kemur á fíggjarlógina.

Men arbeiðsbólkurin vísir eisini á tørvin at loysa strandferðsluna frá politisku skipanini. Eitt er, at stovnurin skal seta hópin av arbeiðsorku av, bara fyri at svara fyrispurningum frá politisku skipanini – tað hava verið 70 fyrispurningar um Strandferðsluna á tingi seinastu árini.

Virkar ikki optimalt

Men eisini fyri at tryggja, at virksemið hjá stovninum verður rikið eftir eini ætlan, sum gevur meining. Tosað verður at gera ein tænastusáttmála, har politiski ynskini um samferðslu verða skipað í hóskandi fastar karmar.

Arbeiðsbólkurin vísir á, at meirútreiðslurnar hjá Strandferðsluni er vaksin við 50 milliónum krónum bara hesi seinastu árini. Orsøkin til hetta skal eitt nú finnast í fíggjarnevndarviðgerðini, har løgtingspolitikarar hava lagt ein túr afturat her og ein annan har. Tá samanumkemur elvir hetta til stórar meirútreiðslur, sum ikki geva meining í mun til tænastuna, sum verður veitt.

Arbeiðsbólkurin hevur ikki viðgjørt busstænastuna hjá Bygdaleiðum nágreiniliga í frágreiðingini, men staðfestir bara turrisliga við hagtølum, at bussarnir koyra skralltómir fyri tað mesta, og tað kann ikki vera meiningin við eini slíkari tænastu.

[object Object]

Viðvíkjandi oyggjaleiðunum mælir arbeiðsbólkurin í fyrsta lagi til, at hugtakið ‘flutningsskylda’ verður nágreinað, so at greidleiki kemur yvir, hvør er umfatandi av hesi skyldu, hvat hon skal umfata og fyri hvussu nógv.

Pendala við lættleika

Arbeiðsbólkurin tekur undir við Útoyggjafelagnum, sum hevur eitt einfalt ynski um at kunna ‘pendla við lættleika’ – tað vil siga at kunna koma til og av oynni um morgunin, á middegi og eftir arbeiðstíð.

Arbeiðsbólkurin heldur eisini, at prísurin fyri at brúka skipini skal vera atferðarstýrdur, soleiðis at pendlarar fáa ein bíligari prís, og at ferðafólk, sum bert brúna farleiðina hendingaferð – føroyingar eins væl  og útlendingar – rinda ein hægri prís.

Arbeiðsbólkurin sær heldur onga meining í, at Strandferðslan skal tryggja vinnuni bíligan farmaflutning. Vinnan eigur at rinda tað, sum tað kostar. Um tað almenna vil stuðla vinnuni at flyta vøruna, so eigur tað at gerast umvegis eina aðra skipan, heldur arbeiðsbólkurin.

Stovnur ella alment partafelag

Endiliga mælir arbeiðsbólkurin til, at Strandferðslan verður løgd í eina sjálvstøðuga eind við egnum búskapi. Um tað verður eum ein almennur stovnur ella eitt alment partafelag, tekur arbeiðsbólkurin ikki støðu til.

- Men spyrja tit meg, so haldi er at besta loysnin er eitt alment partafelag. Føroya Tele kann brúkast sum fyrimynd, segði Rúni V. Poulsen undir framløguni.

Hann vísti á, at tað bara er í Føroyum, at strandferðslan er ein almennur stovnur. Alla aðra staðni verður henda tænasta rikin í partafelag. DSB í Danmark er eitt undantak, tó at DSB verður rikið eins og var tað eitt partafelag, vísir arbeiðsbólkurin á.

Les frágreiðingina her   

Í arbeiðsbólkinum hava sitið Rúni V. Poulsen, formaður, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog og Søren Bruun, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Durita Tausen varð eisini vald í bólkin, men tók seg úr arbeiðinum áðrenn frágreiðingin var heilt liðug.

Skrivarar hava verið Djóni Højgaard og Eli Christiansen, fulltrúar í Fíggjarmálaráðnum.

[object Object]
Uni Rasmussen, landsstýrismaður við samferðslumálum (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2022

3 Leygardagur 12. mars 2022

Sexisma í løgtinginum: Tingkvinnur sent formansskapinum kæru

Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir hava sent skriv til formansskapin um sexismu. Tað er ein ov sexistiskur tóni millum tinglimirnar, og Ruth Vang heldur at tað er verri enn nakað, hon hevur upplivað aðrastaðni

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løgtingsformansskapurin viðgerð í hesum døgum eitt skriv frá tveimum tingkvinnum um kynsmismun - sexismu - á Føroya Løgtingi.

Tað kom fram á Altjóða kvinnudegnum, sum varð hildin í Mentanarhúsinum týskvøldið, og sent í sjónvarpinum.

Her greiddi Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, at hon og Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava sent formansskapinum eitt skriv um kynsmismun.

Ingilín Didriksen Strøm segði, at tað vóru fleiri dømi, men eitt, sum hon kundi nevna var, at hon í sambandi við uppskot um betri sexualundirvísing í fólkaskúlanum skuldi uppliva sexistiskar viðmerkingar í kantinuni í løgtinginum.

Har er tað onkur tinglimur, sum skal hava skemtað við, um Ingilín sjálv eisini gav persónliga sexualundirvísing.

Og tað haldi eg ikki, at eg skal góðtaka, helt Ingilín Didriksen Strøm fyri.

Ruth Vang, sum eisini var á pallinum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, helt tað vera rætt av Ingilín at siga frá.

- Eg haldi tað er fantastiskt at tú sigur tað. Tí tað er púra rætt, tað er ein øgiliga sexistiskur tóni í løgtinginum og verri enn tað, eg havi upplivað á øðrum arbeiðsplássum, segði Ruth Vang.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2022

4
Leygardagur 12. mars 2022

Flottasta skipið í flotanum

Seinnapartin mikudagin kom Christian í Grótinum, nýggjasta og flottasta skipið í flotanum, á Ánirnar

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Christian í Grótinum kom á Ánirnar seinnapartin mikudagin, har stór fjøld tók ímóti.

Skipið kostar umleið 300 milliónir nú tað er klárt at fara til fiskiskap. 

Fleiri røður vóru hildnar, og stóra fjøldin fekk eisini møguleika at koma umborð at síggja stásiliga skipið.

Fleiri myndir kunnu síggjast her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2022

5

Størv

Starvsfólk til marknaðar- og samskiftisdeildina hjá Fótbóltssambandi Føroya

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Skipanarumsitari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

KJ søkir elektrikara og/ella automatikmekanikara

Meira Umsóknarfreist: 15. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Riga

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Arbeiðsfólk til kassavirkið á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Sjúkrarøktarfrøðingur til Fyribyrgjandi Heimavitjanir

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024
6 Leygardagur 12. mars 2022

16 milliónir eftir á botnlinjuni

Smyril Line hevði eitt yvirskot upp á 16 milliónir í 2021. Ferðafólkasølan í 2021 var eins og undanfarna ár hart rakt av Covid-19 farsóttini, og samlaða ferðafólkatalið var 40 prosent lægri enn áðrenn farsóttina

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Smyril Line hevði hósdagin ársaðalfund. Úrslitið fyri 2021 vísti eitt yvirskot upp á 16 milliónir.  

Samlaða sølan hjá Smyril Line vaks úr 849 milliónum í 2020 til 1.191 milliónir í 2021, og rakstrarúrslitið var 119 milliónir samanborið við 76 milliónir í 2020. Samlaða starvsfólkatalið hjá Smyril Line var 549 starvsfólk í 2021, ið er áleið 100 fleiri enn í 2020.  

Farmavirksemið hevur sum heild hilnast væl, men virksemið í Noregi hevði neiliga ávirkan á ársúrslitið. Farleiðin millum Rotterdam og Hitra varð niðurløgd í november  2021, samstundis sum ein nýggj farleið millum Rotterdam, Þorslakshöfn og Tórshavn varð stovnað. 

Ferðafólkasølan í 2021 var eins og undanfarna ár hart rakt av covid-19 farsóttini, og samlaða ferðafólkatalið var 40 prosent lægri enn áðrenn farsóttina. 75 prosent av kundunum í 2021 vóru kundar uttan fyri Føroyar.  

Norrøna kom aftur í sigling, umvæld og endurnýggjað, í mars 2021. Skipið fekk 50 nýggj kømur, harav 32 nútímans dupultkømur. Broytingin hevur økt støðið á Norrønu og eisini eftirspurningin eftir ferðum.  

Sjøtul er settur á nýggju verkætlanina at byggja nýggjan ferðafólkaterminal, pakkhús og skrivstovubygning á molanum í Tórshavn. Hendan verkætlanin ger, at Smyril Line kann veita eina betri tænastu og samstundis økja um virksemið. 

Søluútlitini í 2022 á bæði farma- og ferðafólkasíðuni eru rímiliga góð. Aftaná tvey ár við vánaligari ferðafólkasølu er eftirspurningurin øktur aftur, og vaksandi eftirspurningurin eftir ferðum sæst aftur á hotellunum.  

Ófriðurin í Evropa, økti oljuprísurin og triðjaparts kostnaðir hava tó neiliga ávirkan á reksturin hjá Smyril Line. 

Smyril Line rindar onki vinningsbýti fyri 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2022

7 Leygardagur 12. mars 2022

Hagstovan: Miðalaldurin øktur 6,4 ár síðan 1985

Við ársbyrjan 2022 var miðalaldurin í Føroyum 39,5 ár

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Við ársbyrjan 2022 var miðalaldurin í Føroyum 39,5 ár, skrivar Hagstovan.

Miðalaldurin var 33,1 ár í 1985, og er talan sostatt um eina øking á 6,4 ár í mun til fyri 37 árum síðani.

Tað hevur ikki gingið javnt á hesi árini. Tey fyrstu tíggju árini øktist miðalaldurin við trimum árum, har serliga tey sváru kreppuárini fyrru helvt av 90unum gera stóra munin, tá nógv ung fólk fluttu av landinum.

Síðani er ein spakulig jøvn gongd tey næstu 12 árini, til fíggjarkreppan frá 2009 aftur førdi til fráflyting, og harvið hækkandi miðalaldur. Síðani støðan broyttist í 2014, har fráflytingin úr Føroyum vendi til eina stóra árliga tilflyting, er miðalaldurin ikki longur vaksin í sama lag, skrivar Hagstovan.

Munurin millum kynini er áleið eitt ár, ið er tað sama, sum tað var í 1985, men stórir munir eru í gongdini í ymisku økjunum. Her fylgjast Eysturoy, Suðurstreymoy, Norðstreymoy og Norðoyggjar. Av hesum hava Eysturoy og Suðurstreymoy lægsta miðalaldur.

Tvey øki skilja seg burtur frá hinum frá ár 2000 og fram – Sandoyarøkið og Suðuroy - við tí hægsta miðalaldrinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2022

8 Leygardagur 12. mars 2022

Tvær ætlanir um lendisbata í Kalsoynni

Norðurlendska ráðharraráðið latið stuðul til at endurbøta eina skriðu í Syðradali og danskur grunnur latið stuðul til at taka allan seyðin av í Stóraryggi

Henda skriðan skal bøtast í samstarvi við Miðnám í Vestmanna
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hvussu høvdu Føroyar sæð út, um eingin mannaávirkan var? Hevði gróðurin, sum var áðrenn landnám, komið aftur, ella hevði annar gróður komið ístaðin? Hevði lívfrøðiliga margfeldið verið størri? Ber til at menna hættir at fáa gróður aftur í stórar skriður, sum kunnu nýtast allastaðni í høgunum í Føroyum?

Týdningurin av at gagnnýta lendið burðardygt, so komandi ættarlið fáa somu gleði av náttúruni í Føroyum, sum vit hava havt, er eyðsýndur, nú stórar skriður nýliga lupu í Oyndarfirði og Elduvík.

Kundu vit sloppið undan mongu skriðulopunum og ber til at fáa gróður í aftur skriður, sum eru?

Lendisbati
Omanfyri nevndu viðurskifti eru spurningar, sum lívfrøðingar á Tjóðsavninum arbeiða við. Í hesum sambandi er sett í verk ein framsøkin verkætlan, sum hevur fingið heitið Lendisbati. Lendisbati er ein yvirskipað náttúruendurbøtandi verkætlan, sum fer at standa fyri og seta í verk átøk og aðrar verkætlanir framdar í Føroyum. Høvuðsátøkini eru at bøta náttúruna, m.a. fyribyrgja jarðrivi, bøta um lívmargfeldið og endurbøta mó- og vátlendir til frama fyri kolevnisupptøku.

Verkætlanin Lendisbati verður fíggjað við stuðli frá grunnum og frá privatum fyritøkum og einstaklingum.

Norðurlendska ráðharraráðið stuðlar
Fyrsta endurbøtingarátakið, sum Lendisbati fer undir at granska í og at gera royndir við at endurbøta, er stór skriða omanfyri Syðradal á Kallsoynni. Hetta átakið verður gjørt í samstarvi við Bjørn Kalsø, bónda á Blankaskálagarði og við Miðnám í Vestmanna.

Norðurlendska Ráðharrarráðið hevur játtað 800.000 krónur til verkætlanina, og í næstum verða serfrøðingar úr okkara grannalondum bodnir til Føroya at geva sítt íkast til, hvussu skilabest verður farið fram við hesum einstaka átaki, men eisini at ráðgeva um endurbøting aðrastaðni í Føroyum.

[object Object]

Samstarv við Miðnám í Vestmanna
Á Miðnámi í Vestmanna hevur í nógv ár verið arbeitt við verkætlanum í lærugreinini Tilfeingi A, har tørvur er á, at næmingar regluliga innsavna dátur úr føroysku náttúruni at arbeiða við. Tað er tí upplagt hjá næmingunum á Miðnámi í Vestmanna at luttaka í verkætlan sum hesari. Hetta er kærkomið høvi at gera undirvísingina autentiska og viðkomandi fyri næmingar við áhuga fyri náttúruni og burðardyggari gagnnýtslu, sigur Jóhan Hofgaard, lærari á Miðnámi í Vestmanna.

Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum sigur, at við samstarvinum við miðnámsskúlan, eru tað ikki bara skúlin og næmingarnir, ið fáa nakað burturúr, tí við hesum fær savnið eisini nógva sjálvbodna arbeiðsmegi til at fremja átøkini, umframt at samvirkanarárinini heilt vist eru fleiri við einum slíkum samstarvi. Við samstarvinum verða átøkini tískil bæði bíligari, lættari og meira spennandi at gera. Trý tey næstu árini fara næmingar úr triðja flokki á Miðnámi í Vestmanna við skúlaársbyrjan í august í Kalsoynna at gera veruligt vísindaligt feltarbeiði og endurbøtingararbeiði.

Ætlanirnar omanfyri Syðradal eru slóðbrótandi, tí her fáa allir partar fyrimunir av átøkunum.

Tjóðsavnið granskar og fær virðismikla vitan um Føroyska náttúru, næmingar á Miðnámsskúlanum í Vestmanna fáa fakligar avbjóðingar, sum verðuliga geva meining, og bóndin fær endurbøtt skadda náttúru, sum so menniskju og kríatúr aftur kunnu fáa gleði av.

Bjørn Kalsø fegnast um, at Tjóðsavnið, norðurlendskir granskarar, Miðnám í Vestmanna og Blankskálagarður kunnu samstarva, og nýta náttúruna í beinleiðis gransking og undirvísing, ið hevur sum mál at endurbøta lendið í Føroyum.

[object Object]Vøksturin kann vera rættiliga øðrvísi, har sum seyður ikki sleppur til (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

Ein onnur verkætlan á Kallsoynni – náttúrufriðlendisverkætlan
Tjóðsavnið luttekur eisini í aðrari verkætlan í Kallsoynni. Tað er í hagapartinum Stóriryggur, sum er lagdur út sum náttúrufriðøkið. Tað var Kristin Wilhelmsen, røktari, sum vegna eigararnar vendi sær til Tjóðsavnið og bjóðaði teirra haga fram til verkætlanina Lendisbati.

Í haganum er seyðurin tikin av, og hegnið kring hagan verður í løtuni umvælt, so seyður ikki kemur inn í hagan frá grannahøgunum.

Endamálið við verkætlanini er at fylgja við, hvat hendur við náttúruni har, tá upprunavøksturin spakuliga kemur aftur. Kristin sigur, at hann fegin vil síggja eitt ríkari fuglalív í haganum, sum hann minnist, tá ið hann var smádrongur. Grunnurin Aage V. Jensen fíggjar ta verkætlanina við 448.000 krónum.

Átøkini í Kalsoynni hanga ikki beinleiðis saman. Tó eru ymiskir logistiskir fyrimunir, tá arbeiðini skulu leggjast til rættis. Eisini er ætlanin, at Miðnámsskúlin í Vestmanna skal gera kanningar í Haganum Stóriryggur og møguliga í øðrum høgum í Kalsoynni, sum verða riknir á vanligan hátt.

Á Tjóðsavninum gleða fólk seg til samstarvið við Miðnámsskúlan í Vestmanna, serfrøðingar úr grannalondunum og bøndurnar í Kalsoynni.

Tíðindaskriv frá Tjóðsavninum 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2022

9 Leygardagur 12. mars 2022

Nú fáa langtíðarsjúk dagpening í longri tíð

Týsdagin samtykti løgtingið einmælt uppskotið til broyting í dagpeningalógini, sum Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður við almannamálum, legði fyri løgtingið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Broytingarnar hava við sær fleiri ymiskar átrokandi batar, sum fáa stóran týdning fyri borgarar, sum higartil eru dotnir niður ímillum ymsar vælferðarskipanir.

Sambært higartil galdandi lóg kann dagpeningur vegna sjúku í mesta lagi veitast í 40 vikur, svarandi til umleið 9 mánaðir. Tað er ikki óvanligt, at persónur t.d. við krabbameini er óarbeiðsførur í longri enn 9 mánaðir, og hevur tá onga inntøku havt, tá rætturin til sjúkradagpening er dottin burtur. Umframt heilsuligu avbjóðingarnar hevur sostatt verið talan um ein fíggjarligan smeit fyri sjúklingin.

Frameftir kann dagpeningur veitast í 52 vikur, umframt at dagpeningur í ávísum førum eisini verður veittur í longri enn 52 vikur.

Uppskotið inniheldur eisini aðrar broytingar, m.a. betri treytir hjá smærri vinnurekandi í dagpeningaskipanini, og at tey við útsettari pensjón fara at fáa rætt til dagpening í sambandi við sjúku.

Samfelagið og vælferðarskipanir eru mentar og broyttar, síðani dagpeningalógin kom í gildi, og tað hevur í eina tíð verið tørvur á at endurskoða 20 ára gomlu dagpeningalógina. Fyrsti partur av endurskoðanini er, sum nevnt samtyktur, og Sólvit E. Nolsø fer nú undir at fyrireika ymsar aðrar broytingar í dagpeningalógini.

Lógin, sum júst er samtykt, kemur í gildi 1. apríl 2022.

Tíðindaskriv frá Almannamálaráðnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2022

10 Leygardagur 12. mars 2022

Nærkast 54.000 íbúgvum

Fólkatalið 1. februar var 53.752, og talan er um ein vøkstur á 784 fólk - 1,5 prosent - uppá eitt ár

Um gongdin heldur fram, verða vit 54.000 fólk um fáar mánaðar, staðfestir Hagstovan (Mynd: Hagstova Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Um gongdin heldur fram, verða vit 54.000 fólk um fáar mánaðar.

Hetta staðfestir Hagstova Føroya á heimasíðu sínari í dag, nú fólkatalið í Føroyum aftur er gjørt upp.

Fólkatalið 1. februar var 53.752, og talan er um ein vøkstur á 784 fólk - 1,5 prosent - uppá eitt ár. 

- Ein triðingur av vøksturin kemur av einum burðaravlopi á 246 fólk, og tveir triðingar koma frá eini nettoflyting á 538 fólk. Burðaravlopið er munurin millum fødd og deyð, og nettoflytingin er munurin ímillum til- og fráflyting. Trendurin á myndini niðanfyri vísir framhaldandi vøksturin í fólkatalinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald




Seinasta árið hevur fólkavøkstur verið í øllum økjum uttan Sandoyar, skrivar Hagstova Føroya. Minkingin í Sandoyar øki seinasta árið var 2,2 prosent.

Størsti vøkstur á 2,1 prosent var í Suðurstreymoyar og Eysturoyar økjum.  Burðaravlopið var positivt í øllum økjum uttan Sandoyar og Suðuroyar, og samlaða nettoflytingin var positiv í øllum økjum uttan Norðstreymoyar og Sandoyar. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2022

11 Leygardagur 12. mars 2022

Løntakaratalið aftur vaksandi

250 fleiri løntøkarar vóru í februar í ár enn í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 0,8 prosent. Vøksturin hevur annars verið avmarkaður seinastu tvey árini

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Hagstovan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Knappliga 27.200 vóru í løntakaraskaranum í februar. Tað eru slakir 250 fleiri enn í februar í fjør, ið svarar til ein vøkstur upp á 0,8 prosent.

Seinastu tvey árini hevur vøksturin verið avmarkaður. Gongdin í løntakaratalinum hevur ikki verið tann sama sum undan koronufarsóttini, men nú tykist løntakaratalið aftur at vera vaksandi og vøksturin tiltakandi. Tað bendir trendurin á, sum lýsir rákið í løntakaratalinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá landið var farið niður í ferð.

Í februar vóru knappliga 13.900 menn og 13.300 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er um 50 fleiri menn og 200 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2022

12 Leygardagur 12. mars 2022

- Vit taka fegin við uppgávuni

Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag halda, at Føroyar eiga at taka ímóti flóttafólkunum úr Ukraina og heita í hesum sambandi á myndugleikarnar at taka seg uppá ráð og við í fyrireikandi arbeiðið

Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelagi, sum hevur gjørt sína støðu greiða saman við Føroya Lærarafelagi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í felags áheitan hósdagin gera Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag greitt, at tey halda, at tað er rætt, at Føroyar eiga at taka ímóti flóttafólkunum úr Ukraina.

Í hesum sambandi kemur áheitan frá feløgunum um, at tey verða tikin uppá ráð, tí námsfrøðingar, hjálparfólk og lærarar taka sær dagliga av børnum og ungum

- Tí eru vit ein sjálvsagdur partur í arbeiðinum at fyrireika, hvussu vit taka ímóti flóttafólkunum á dagstovnum og í skúlunum. Vit taka fegin við hesi uppgávu.

Hetta er fulla skrivið: 

Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag halda, at Føroyar eiga at taka ímóti flóttafólkunum úr Ukraina.

Námsfrøðingar, hjálparfólk og lærarar taka sær dagliga av børnum og ungum, tí eru vit ein sjálvsagdur partur í arbeiðinum at fyrireika, hvussu vit taka ímóti flóttafólkunum á dagstovnum og í skúlunum. Vit taka fegin við hesi uppgávu.

Okkara áheitan er tí, at vit verða tikin við uppá ráð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2022

13 Leygardagur 12. mars 2022

Betri Trygging framúr gott úrslit

- Munandi færri skaðar enn vanligt, eingin stórskaði í vinnuni, eingin ódn og væl færri privatir skaðar enn undanfarin ár. Tvinna vit hesi viðurskiftini saman við einum støðugt vaksandi kundaskara, ið tryggjar seg betur enn áður, góðum úrsliti av íløgum og góðari fíggjarstýring, ja, so hevur tú í stuttum orsøkina til framúr góða úrslitið í 2021, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hjá einum tryggingarfelagi er vónleyst at spáa um, hvussu árið fer at hilnast, tí úrslitið í so stóran mun er tengt at, hvussu nógvir og hvussu stórir skaðar raka.

- Til dømis kunnu ein ódn ella ein stórur vinnuskaði skjótt broyta myndina. Men í 2021 var eingin stór skaðaódn og eingin stórur vinnuskaði. Yvirhøvur síggja vit, at tað vóru munandi færri skaðar – bæði vinnuskaðar og privatir skaðar - enn undanfarin ár, vísir Ingunn Eiriksdóttir á.

Fleiri kundar og fleiri tryggingar
Á inntøkusíðuni eru eisini fleiri viðurskifti, ið spæla inn.

Góða avkastið av íløgunum, sum Betri Trygging ger, er eitt teirra. Triðja árið á rað, hava íløgurnar givið gott avkast, sum eisini stuðlar undir góða úrslitinum. 

- Hartil síggja vit eisini, at kundaskarðin í Betri Trygging veksur støðugt, og fólk tryggja seg sum heild betur nú, enn tey hava gjørt, so at hvør kundi hevur fleiri tryggingar, enn hann hevði fyrr. 

- Fólk eru sum heild meiri tilvitað um at tryggja seg rætt, sigur Ingunn Eiriksdóttir. 

Limakrónurnar – afturbering av yvirskotinum
Í apríl í ár fara kundarnir á fyrsta sinni at fáa vinningsbýti, nevnt Limakrónur. Hetta verður goldið beinleiðis inn á konto, og upphæddin, sum verður útgoldin, er umleið 10% av tryggingargjaldinum hjá hvørjum einstøkum kunda. 

- Vit gleða okkum til at bera kundunum aftur av góða úrslitnum, og vit eru errin av, at tað gongur so væl hjá felagnum. Tað er jú kundin, sum eigur okkum, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

 

2021

2020

Ársúrslit eftir skatt

114 mió.kr.

67 mió.kr.

Tryggingartekniskt úrslit

104 mió.kr.

47 mió.kr.

Útgoldið í skaðaendurgjøldum

209 mió.kr.

382 mió.kr.

Tryggingarinntøkur

442 mió.kr.

426 mió.kr.

Skaðatal

10.700

12.700

Eginognsavkast

15,2%

9,7%

Solvensdekningur

299%

274%

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2022

14 Leygardagur 12. mars 2022

JT Electric besta úrslit nakrantíð

Ársúrslitið gjørdist 14,5 milliónir krónur sammett við 12,8 milliónir krónur í fjør. Fyritøkan hevur stórt verksemi uttanlands

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt yvirskot á 14,4 milliónir krónur, sum er besta úrslit nakrantíð hjá JT Electric, sum annars eisini ber uppruna navnið Pf. Jóannes Thomsen.

JT Electric er ein innovativ fyritøka, sum mennir, útviklar og selur egnar vørur í Føroyum og uttanlanda, og sum sambært leiðsluni hevur stórar framtíðar møguleikar á alheims marknaðinum.

Fyritøkan, sum Jóannes Thomsen stovnaði í 1972, fyri 50 árum síðani, hevur ment seg munandi síðstu árini. Frá at verða ein el innleggjara fyritøka í Fuglafirði, sum við tíðini flutti út á Kambsdal og menti vørur og tænastur til fiskivinnuna og alivinnuna í Føroyum og uttanlanda. Í dag hevur felagið miðsavnað seg um menna og selja vørur og tænastur til alivinnuna.

Av vørum, sum JT Electric hevur ment síðstu árini kunnu nevnast fóðurskipanir, kameraskipanir, sensor skipanir, undirvatns ljós, undirvatns kamera, fóðurflakar, ilt sensorar, umframt at felagið eisini byggir fóðurskip til alivinnuna í Pólandi.  JT Electric er tí í dag ein heildarveitari av tekniskari útgerð til alivinnuna.

Í 2020 keypti JT Electric skotska felagið Sterner Aquatech UK, sum m.a. arbeiðir innan water treatment og sludge treatment til smoltstøðir. JT Electric hevur í dag munandi virksemi ígjøgnum síni dótturfeløg bæði í Skotlandi og í Pólandi, og er líka so nógv ein altjóða fyritøka í dag, sum kappast við útlendskar veitarar á marknaðinum og har størri parturin av søluni í dag er uttanlands.

Sambært stjóranum í felagnum, Suna Justinussen, er uttanlandsvirksemið hjá JT Electric miðvíst økt, og hevur tað verið ein partur av strategi felagsins. Goður møguleiki er fyri at uttanlandamarknaðurin framyvir kann gerast enn størri og meira týdningarmikil hjá felagnum, umframt at føroysku kundarnir eisini framhaldandi fáa bjóða dygdargóðar vørur og tænastur.

Rakstrarroknskapurin

[object Object]

Roknskapurin hjá JT Electric vísur, at bruttovinningurin fall úr 31,4 milliónum í 2020 til 27,2 milliónir krónur í 2021.

Starvsfólkaútreiðslurnar vóru 14,2 milliónir krónur í 2021, sum er 1,1 milliónir lægri enn í 2020. Í alt 70 fólk starvast í fyritøkuni í Føroyum og uttanlands.

Úrslit áðrenn avskrivingar, Ebidta, fall úr 16,1 milliónum í 2020 til 13,1 milliónir krónur í 2021. Talan er tí um eitt fall í Ebidta á 18,9 prosent.

Felagið hevði tó fíggjarligar inntøkur í 2021 frá sínum dótturfeløgum uttanlands á 5,5 milliónir krónur, sum tí ávirkar úrslitið hjá felagnum munandi í 2021.

Úrslit eftir skatt í 2021 gjørdist tí eitt avlop á 14,5 milliónir krónur, sammett við 12,8 milliónir í 2020. Vøksturin í ársúrlitinum var tískil 5,9 prosent.

Fíggjarstøðan 

[object Object]

[object Object]

Fíggjarjavnin hjá JT Electric var í 2021 íalt 105,4 milliónir krónur, sum er sama støði sum í 2020.  

Støðisognin øktist úr 78,3 milliónum í 2020 til 81,3 milliónir krónur í 2021. Ogn í umferð fall hinvegin úr 28,1 milliónum í 2020 til 24,1 milliónir krónur í 2021. Serliga kann nevnast, at vørugoymslurnar í 2021 øktist við 4,6 milliónum til 11,6 milliónir krónur í 2021. Harnæst fall áogn frá skuldarum úr 16,8 milliónum í 2020 til 11,6 milliónir krónur í 2021. 

Eginpeningurin hjá JT Electric var við ársenda 2021 samanlagt 62,9 milliónir krónur sammett við 53,4 milliónir í 2020. Talan er um eina fíggjarliga sterka fyritøku, við einum trygdarevni á 60 prosent, sum má metast at verða gott. 

Felagið hevur goldið 4,4 milliónir niður á langfreistaðu skuldina, sum við ársenda 2021 íalt var 20,1 milliónir krónur Stuttfreistaða skuldin er somuleiðis minkað við 4,5 milliónum til 22,0 milliónir krónur í 2021.  

Gjaldførið hjá JT Elecric var rímuligt í 2021 , tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 109 prosent samanborið við 106 prosent í 2020. 

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 5 milliónir krónur av sum vinningsbýti til eigararnar. 

Høvuðspartaeigarin av Pf. Jóannes Thomsen (JT Electric) er Spf. Skrínið, sum er dótturfelag hjá Pf. Tjaldur.

Stjóri síðani 2017 hevur verið Suni Justinussen. Nevndarformaður er Árni Tór Rasmussen.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022

15 Leygardagur 12. mars 2022

Ætlandi undir at menna talgilt koyrikort seinni í ár

Úrslit av kanning um talgilt koyrikort vísir, at skilagott er við loysn, sum kann virka sum bæði koyrikort og borgarakort

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í fjør summar fóru Talgildu Føroyar, saman við Akstovuni, undir forkanning um talgilt koyrikort. Talgild koyrikort hava verið tøk í grannalondum okkara seinastu árini sum ískoyti til vanliga koyrikortið úr plasti. 

Í 2019 fingu 128 bilførarar 700 krónur í bót frá løgregluni fyri ikki at hava koyrikortið hjá sær. Hetta høvdu teir óivað sloppið undan, um talgilt koyrikort var tøkt, tí tey flestu hava telefonina við hondina, tá ið tey fara frá húsum. 

Forkanningin er komin at enda. Úrslitið vísir í stuttum, at skilabest er at fara undir at menna app, ið kann virka sum bæði koyrikort og borgarakort. Samráð hevur verið við nógvar áhugapartar, sum javnan hava brúk fyri at fólk eyðmerkja seg, t.d. kommunur, Rúsdrekkasølan, Strandfaraskip Landsins og Apoteksverkið. 

Áhugin er stórur fyri eini talgildari loysn, sum ger tað lættari hjá fólki at eyðmerkja seg.

Ætlandi skal nýggja kortið fíggjast felags saman við viðkomandi áhugapørtum, og helst verður farið undir menning av appini seinni í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2022

16 Leygardagur 12. mars 2022

Føroyingar við tarmbrunasjúku mangla týðandi bakteriu

Úrslit frá eini granskingarverkætlan í Føroyum um tarmbruna, eru givin út í vísindaliga tíðarritinum Inflammatory Bowel Diseases, sum er eitt viðurkent amerikanskt tíðarrit hjá American Crohns and Colitis Foundation

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyskir granskarar hava staðfest, at lutfalsliga nógv fólk við tarmbrunasjúku mangla eina bakteriu, ið kallast Akkarmansia. Hendan bakterian er sera týðandi fyri viðlíkahald av sunnum og mótstøðuførum tarmum, men hjá lutfalsliga stórum parti av føroyingum við tarmbrunasjúku er hendan bakterian ikki at finna.

Úrslit frá eini granskingarverkætlan í Føroyum um tarmbruna, ið á enskum kallast Inflammatory Bowel Disease, eru givin út í vísindaliga tíðarritinum Inflammatory Bowel Diseases, sum er eitt viðurkent amerikanskt tíðarrit hjá American Crohns and Colitis Foundation.

Greinin kallast: Similar Gut Bacterial Composition Between Patients With Ulcerative Colitis and Healthy Controls in a High Incidence Population: A Cross-sectional Study of the Faroe Islands IBD Cohort.

Gransking hevur seinastu árini staðfest, at mikrobiomið í tarminum hevur alstóra ávirkan á okkara heilsustøðu. Tað verður tí mett at vera av stórum týdningi, at vit nú hava fingið kunnleika til, hvussu mikrobiomið hjá føroyingum er samansett.

Føroyska IBD-granskingarverkætlanin er eitt samstarv ímillum granskarar á Fróðskaparsetrinum, Landssjúkrahúsinum, Fargen og Ílegusavninum. Føroyar hava heimsins hægsta títtleika av tarmbrunasjúklingum, og granskingartoymið hevur sett sær fyri at kanna, hví tað er so.

Orsøkin til høga títtleikan er ókend, men greitt er, at talan er um eitt samspæl millum eitt nú arv, immunverju, tarmbakteriur og umhvørvi.

[object Object]

Granskingarverkætlanin, sum skuldi kanna hetta samspælið og greina, hví so nógv fólk í Føroyum fáa tarmbrunasjúkur, byrjaði í 2019. Verkætlanin er skipað soleiðis, at kanningarúrslit hjá einum sjúkubólki verða samanborin við kanningarúrslit hjá einum samanberingarbólki. 54 tarmbruna-sjúklingar eru við í sjúkubólkinum, og um 160 FarGen-luttakarar hava játtað at vera við í samanberingarbólkinum.

Ein partur av verkætlanini snýr seg um at samanbera lutfallið av tarmbakteriubólkum, eisini rópt mikrobiomið, hjá hesum báðum bólkunum fyri at vita, um henda vitan m.a. kann avdúka, um hesi viðurskifti hava ávirkan á høga sjúkutíttleikan í Føroyum.

Marjun á Fríðriksmørk Berbisá varð tilknýtt verkætlanararbeiðið í sambandi við kandidatútbúgving frá Aarhus Universitet, við Amandu Vang sum verkætlanarvegleiðara frá Fróðskaparsetrinum. Hon hevur gjørt alt kanningararbeiðið í starvstovunum hjá iNOVA í Tórshavn.

Luttakararnir umboðaðu øll økini í landinum, eitt breitt aldursbýti, javnt kynsbýti, javnt býti av nýggjum og gomlum Ulcerative Colitis (UC)-sjúklingum osfr. Hetta tryggjar dygdargóð úrslit, ið kunnu sammetast við tey hjá líknandi verkætlanum aðrastaðni í heiminum.

Altjóða gransking hevur staðfest, at mikrobiomið í tarminum hevur alstóra ávirkan á okkara heilsustøðu. Samstørv ímillum fleiri viðurkendar granskingarstovnar hava ferð eftir ferð víst, at tarmbrunasjúklingar missa fjølbroytni í mikrobiominum sammet við frísk. Hetta var tí eisini tann niðurstøðan, ið føroysku granskararnir væntaðu. Men úrslitið av teirra kanningum er øðrvísi. Tað halda granskararnir vera sera forvitnisligt og stimbrandi fyri áhugan fyri áhaldandi gransking á økinum.

Føroyska granskaratoymið hevur staðfest, at mikrobiomið hjá frískum føroyingum ikki er øðrvísi enn tað hjá føroyingum við UC - hvørki viðvíkjandi fjølbroytni ella nøgd av smáverum. Men tá hugt verður nágreiniliga eftir flokkingareindunum, eru møguligar indikator-smáverur at finna, ið eru hækkandi ella lækkandi hjá UC-sjúklingum sammett við frísk. Ein tílík indikator-smávera er Akkarmansia, ið er ein bakteria í flokkingareindini Verrucomicrobia. Hendan bakterian, ið hevur sera stóran týdning fyri at viðlíkahalda sunnar og mótstøðuførar tarmar, ikki er at finna hjá 42% av UC-sjúklingum og 23% av frísku luttakarunum.

Føroyska granskingarverkætlanin er tann fyrsta, ið nágreiniliga hevur hugt at lutfallinum av tarmbakteriubólkum hjá tarmbruna-sjúklingum sammett við frískar føroyingar. Hon hevur gjørt, at vit hava fingu ein tvørskurð av føroyska mikrobiominum.

Granskararnir vísa á, at nágreinilig gransking krevst fyri at staðfesta, um møguligu indikator-smáverurnar kunnu nýtast sum amboð fyri sjúkugreining ella persónligari sjúkuviðgerð í framtíðini. Um fígging fæst til vega, er ætlanin at halda fram við hesum arbeiði, har hugt verður at mikrobiominum hjá føroyingum við tarmbrunasjúku, áðrenn tey byrja uppá heilivágsviðgerð sammett við tríggjar og seks mánaðir eftir, at viðgerðin er byrjað.

Arbeiðið er fíggjað av Granskingarráðnum umvegis Granskingargrunnin og Sjúkrakassagrunnin, umframt av Novo Nordisk Fonden.

[object Object]

Granskingartoymið í verkætlanini frá vinstru á myndini omanfyri:

  • Jóngerð Midjord MSc, Master í heilsuvísindum og sjúkrarøktarfrøðingur við serkunnleika í gastroenterologi
  • Kári Rubek Nielsen MD, serlækni innan gastroenterologi og yvirlækni á medisinsku deild
  • Amanda Vang ph.d., verkætlanarábyrgdari við serkunnleika innan immunologi og mýliskari lívfrøði
  • Marjun á Fríðirksmørk Berbisá cand.scient., við serkunnleika í mýliskari lívfrøði og smáverulívfrøði
  • Noomi Gregersen ph.d., verkætlanarleiðari fyri FarGen
  • Turið Hammer ph.d., serkunnleika innan fólkaheilsuvísindi og IBD í Føroyum
  • Vantar á myndini: Johan Burisch MD, ph.d. serlækni innan gastroenterologi og verkætlanarábyrgdari við serkunnleika innan IBD

Tíðindaskriv frá Granskingarráðnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2022

17 Leygardagur 12. mars 2022

Fimm av seks flokkum mæla til føroyskt heiðursmerki

Grønlendingar hava Nersornaat, íslendingar Falkaheiðurin og danir Riddarakrossin. Nú skulu føroyingar eisini hava slíka medalju – men Javnaðarflokkurin er ikki við

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Umboð fyri allar flokkar á tingi uttan Javnaðarflokkin eru við í einum uppskoti til samtyktar um at heita á landsstýrið um at gera eitt heiðursmerki at heiðra persónum, sum hava gjørt “merkisvert arbeiði ella gerning, ið gagnar landi og fólki og tænir Føroyum”.

Talan er um eitt uppskot til samtyktar. 

Uppskotsstillararnir eru Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Ruth Vang úr Framsókn, Kristin Michelsen úr Sjálvstýri, Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum, Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum.

Hesi seks tingfólkini halda, at Føroyar eiga at hava eitt heiðurstekin, eina ærumedalju – almennan heiður - ið kann latast kvinnum og monnum, sum á serstakan, dyggan og rósuppibornan hátt tæna landi og fólki.

Tey mæla til at heita á Løgmansskrivstovuna um at seta í gongd eitt arbeiði um, hvussu ein slíkur heiður kann skipast, og hvørjar reglur eiga at vera galdandi fyri tilnevning og val av teimum, sum fáa heiðurin.

Tey vísa á aðrar líknandi heiðrar, sum grønlendska Nersornaat (Grønlands hjemmestyres fortjenstmedalje), sum er ein ísbjørn, og verður hendan latin í silvuri ella gulli. Eitt annað dømi er íslendski Falkaheiðurin, ið verður latin í fimm ymiskum stigum, og sum íslendski forsetin letur 1. januar og 17. juni á hvørjum ári.

- Í flestu londum finnast hesi heiðurstekin í ymiskum útgávum og stigum. Í Føroyum kenna vit best danska riddarakrossin eins og líknandi heiðursskipanireru at finna í Norregi, Svøríki og Finnlandi.  Uppskotssetararnir mæla til, at Løgmansskrivstovan setur í gongd arbeiðið at gera eina almenna heiðursskipan. Fyrsta stigið eigur at vera at seta nøkur fólk, ið hava røttu førleikarnar, til at gera eitt uppskot um, hvussu hesin heiður kann skipast, og at løgmaður so leggur lógaruppskot fyri løgtingið, verður sagt í uppskotinum.

[object Object]Aksel V. Johannessen (her saman við krúnprinsinum og Heðini Zachariassen á Tjørnuvíksstakki): - Vit hava sum prinsipp ikki at taka ímóti bringuprýði (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Javnaðarflokkurin ikki við
Javnaðarflokkurin er ikki við í hesum uppskotinum. Og hetta er tí, at javnaðarfólk hava sum prinsipp ikki at taka ímóti slíkum bringuprýði.

Aksel V. Johannesen váttar, at hann varð spurdur um at vera við, men takkaði nei, júst av teirri orsøk, at tað er siður hjá javnaðarfólki at takka nei til slíkar medaljur.

- Nú kenna vit kansa best hetta frá danska riddarakrossinum. Og har er vanligt, at fólk gerast riddarar bara tí at tey eru vald í onkran ávísan sess, og ikki tí tey endiiga hava gjørt seg uppiborin til tað. Tí eru vit prinsipielt ímóti slíkum.

- Hvussu vit fyrihalda okkum til júst hetta uppskotið hava vit tó ikki viðgjørt enn, og tí kann eg enn ikki sita, um vit fara at atkvøða fyri ella ímóti, tá tað kemur til stykkis, sigur Aksel V. Johannesen í stutari viðmerking. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2022

18 Leygardagur 12. mars 2022

Foreldur í Tórshavnar kommunu fáa gjald aftur vegna skert virksemi

Tað er starvsfólkatrot á nøkrum dagstovnum, og tað ávirkar í fleiri førum dagin hjá børnum og foreldrum. Málið hevur verið til viðgerðar í dag, og semja er um eina afturgjaldsskipan galdandi frá 1. mars

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er starvsfólkatrot á nøkrum dagstovnum í Tórshavnar kommunu, og harvið er skert virksemi á hesum stovnum

- Hóast korona er farið framvið, er starvsfólkatrot orsøk til, at foreldur ikki hava fult tilboð frá teirra avvarðandi dagstovni, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari

Starvsfólkatrot er alsamt størri avbjóðing fyri dagstovnaøkið. Í nøkrum førum verður dagurin hjá børnunum styttur, ella tey eru heima ávísar dagar. Málið hevur verið til viðgerðar í dag, og semja er um eina afturgjaldsskipan.

- Tá kommunan sostatt ikki veitir fulla tænastu, er avgjørt, at frá 1. mars 2022 verður foreldragjaldið afturgoldið í lutfalli við longdina av skerda virkseminum, siga Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini í stuttari viðmerking.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2022

19 Leygardagur 12. mars 2022

10 milliónir úr Frítíðargrunninum til arbeiðsmarknaðargransking

Høvuðsorsøkin er, at fíggjarstøða grunsins í longdini ikki er haldfør, eins og mett verður, at tíðin er farin frá endamáli grunsins

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinnu árini er tað vorðið alt meira eyðsýnt, at tørvur er á at endurskoða verandi skipan við frítíðarlønarkontum hjá løntakarafeløgunum, Frítíðarkontu hjá Frítíðargrunninum og sjálvan Frítíðargrunnin.

Fakfeløgini hava víst á, at tørvur er á at endurskoða sjálva umsitingina av frítíðarlønini, tí verandi skipan er kostnaðarmikil at umsita. Eisini nevndin í Frítíðargrunninum hevur víst Umhvørvis- og vinnumálaráðnum á, at nevndin metir tíðina vera farna frá grunninum, soleiðis sum hann er skipaður í dag. Høvuðsorsøkin er, at fíggjarstøða grunsins í longdini ikki er haldfør, eins og mett verður, at tíðin er farin frá endamáli grunsins.

Skotið verður tí upp at avtaka grunnin, samstundis sum tryggjað verður, at fæið og møguligur tøkur peningur annars, verða nýtt til endamál, ið kunnu metast at vera til frama fyri flestu løntakarar. Lógaruppskotið hevur eisini til endamáls at effektivisera skipanina í síni heild.

Í løtuni verður frítíðarløn hvønn mánað flutt á frítíðarlønarkonturnar hjá ymsu løntakarafeløgunum. Talan er um 132 frítíðarlønarkontur, sum 68 fakfeløg eiga, og í alt verða gjørdar góðar 500.000 flytingar um árið. TAKS umsitur skipanina, sum í 2020 kostaði tilsamans knappar 1,5 mió. kr. býtt lutfalsliga millum løntakarafeløgini og Frítíðarkontu.

Fyri at minka rakstrarútreiðslurnar hjá bæði landinum og fakfeløgunum verður skotið upp at samla alla frítíðarlønina á kontu í Føroya Gjaldstovu. Frítíðarlønin er, eins og frammanundan, ogn hjá hvørjum einstøkum løntakara, men verður plaserað og umsitin saman við ognum landsins. Við hesi skipan verður mett sannlíkt, at rakstrarkostnaðurin verður minni.

Nevndin í Frítíðargrunninum hevur víst Umhvørvis- og vinnumálaráðnum á, at nevndin metir tíðina vera farna frá grunninum, soleiðis sum hann er skipaður í dag. Skotið verður tí upp at avtaka Frítíðargrunnin og flyta Granskingarráðnum fæ grunsins at brúka til gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.

Raksturin fyrsta árið, umframt útreiðslur av at leggja skipanirnar um, verða hildnar av Frítíðargrunninum, og síðani átekur landið sær kostnaðin av umsitingini.

Tað verður ikki nógv granskað í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, tó at hetta er gransking sum hevur stóran týdning. Eg fegnist tí um, at uml. 10 mió. kr. skjótt verða tøkar til arbeiðsmarknaðargransking, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2022

20
Leygardagur 12. mars 2022

Føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild í ár ásettar

Kvoturnar verða ásettar eftir sama leisti sum undanfarin ár

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Árni Skaale, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins tikið avgerð um at áseta føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2022 eftir sama leisti sum undanfarin ár.

Føroyska svartkjaftakvotan fyri 2022 verður 267.431 tons samsvarandi 38,6 prosentum av strandarlandakvotuni á 692.826 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um svartkjaft í London 26. oktober í fjør.

Føroyska norðhavssildakvotan fyri 2022 verður 131.989 tons samsvarandi 22,05 prosentum av mest loyvdu veiðu á 598.588 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um norðhavssild í London 26. oktober í fjør.

Árni Skaale sigur, at nú tað er staðfest, at ongar samráðingar verða millum strandarlondini um nýggj býti av ávikavist svartkjafti og norðhavssild fyri 2022, tí at ætlanin er, at samráðingarnar nú skulu fevna um 2023, er tað týdningarmikið, at hesar kvotur verða ásettar og kunngerðirnar lýstar í næstum, til tess at vinnan kann fyrireika seg til fiskiskapin eftir hesum báðum fiskasløgum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2022

21 Leygardagur 12. mars 2022

Klaksvíkar kommuna fingið góðkenning til útfylling í Norðhavnini

Umhvørvisgóðkenningin fevnir um ætlanina hjá Klaksvíkar kommunu at víðka verandi havnarlag í Norðhavnini í Ánunum norðureftir

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Umhvørvisstovan hevur góðkent, at Klaksvíkar kommuna kann gera útfylling á sjógv í Norðhavnini í Ánunum.

Umhvørvisgóðkenningin fevnir um ætlanina hjá Klaksvíkar kommunu at víðka verandi havnarlag norðureftir, skrivar Umhvørvisstovan.

Nýggja útfyllingin verður 85 metrar breið 274 metrar long. Útfyllingin verður uttan bryggjukant, og fer at hava eina nýtsluvídd upp á 26.500 fermetrar. Ætlanin er, at økið skal brúkast á sama hátt sum verandi havnarlag so sum fiskivinnuvirksemi, vanligt vinnuvirksemi og skipasmiðjuvirksemi.

Grótið stavar frá arbeiðinum at gera tunlarnar norður um fjall. Kommunan ætlar at leggja flot við neti út fyri at forða fyri at spreingileidningar spjaðast á sjónum. Ein búlendislýsing av økinum er gjørd av Biofar. Niðurstøðan er, at eingi av búlendunum verða mett at vera sjáldsom.

Í málsviðgerðini er dentur lagdur á, at umhvørvið verður ávirkað minst møguligt, eitt nú útlátið av plasti og øðrum dálkandi evnum og at ampar av óljóði og ristingum verður avmarkað so nógv sum gjørligt, skrivar Umhvørvisstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2022

22 Leygardagur 12. mars 2022

Vinnuferðin til Ísrael verður í mai

Útsetta ferðin, sum Sendistova Føroya í Ísrael og Uttanríkis- og mentamálaráðið skipar fyri, verður 22. til 26. mai

Tel Aviv, Ísrael (Mynd: Visualhunt)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Vinnuferðin í Ísrael, sum Sendistova Føroya í Ísrael og Uttanríkis- og mentamálaráðið skipa fyri, verður í døgunum 22. til 26. mai.

Landsstýrismaðurin við uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, stendur á odda fyri ferðini.

Á skránni er m.a. vinnuvitjanir, framløgur um vinnulív í Ísrael og B2B tiltøk. Eisini verður hátíðarhald á Sendistovu Føroya í sambandi við, at sendistovan er latin upp.

Upprunaliga skuldi ferðin vera á heysti í fjør, men hon varð útsett orsakað av koronustøðuni í Ísrael.

Freistin at tekna seg til vinnuferðina er 28. mars. Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2022

23 Leygardagur 12. mars 2022

– Átrokandi at taka politiska støðu til Elduvíkarvegin

Bil Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin vil hava at vita frá landsstýrismanninum við fíggjarmálum, hvussu nógv tað kostar landskassanum at tryggja Elduvíkarvegin, og hvørjar ætlanir eru við farleiðini

Soleiðis sá út á Elduvíkarvegnum sunnudagin 27. februar (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eftir skriðulopið 26. februar er tíðin komin at viðgerða Elduvíkarvegin politiskt, sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, sum hevur sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen fyrispurning.

Bill Justinussen spyr, hvat tað kostar landskassanum at tryggja vegin og farleiðina til Elduvíkar eftir skriðulopið fyri góðari viku síðani.

Eisini vil hann hava at vita, hvat tað kostar landskassanum at dagføra alla farleiðina úr Funningsfirði til Elduvíkar, hvat Landsverk mælir til at gera við Elduvíkarvegin, hg hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur við honum.

– Skriðulopið minnir okkum á týdningin av tryggum farleiðum. Tí er átrokandi at taka politiska støðu til hesa farleið, sum leiðir okkum til eina ta vakrastu náttúruperlu í landinum. Eina perlu, sum ferðafólk hava fingið eyguni upp fyri,og sum tí leggur eyka trýst á, at farleiðin verður dagførd og tryggjað, sigur Bill Justinussen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2022

24 Leygardagur 12. mars 2022

Spakin settur í til 20 íbúðir í Skálavík

Eftirspurningurin var so mikið stórur, at verkætlanin er farin úr 10 og upp í 20 íbúðir

Gordon Rajani, Linjohn Christiansen, Birgir Dam Jaconsen, Finnleif Fagradal, Nikkel Petersen og í styrhúsinum er Palli á Lava Olsen, umsjónarmaður í Skálavíkar kommunu
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Bíðilistin eftir at fáa íbúð í Skálavík er so stórur, at verkætlanin er broytt frá 10 til 20 íbúðir, sigur Gordon Rajan, stjóri í felagnum Mark sum stendur fyri íbúðunum.

Hann leggur aftrat, at helst eru 20 íbúðir ov lítið.

Tað er ikki langt síðan at felagið Mark og Skálavíkar kommuna skrivaðu undir eina avtalu, um íbúðarbygging í Skálavík.

- Søgan er í stuttum hon, at vit vunnu útboðið at byggja íbúðir í Skálavík og síðan tá, hava vit arbeitt við ætlanini, sigur Gordan Rajani, stjóri.

Íbúðirnar skulu byggjast á einum grundøki, sum er 3.730 fermetrar til víddar, og sum er lagt út til íbúðarbygging.

Fríggjadagin var spakin settur í til verkætlanina, har umboð fyri kommununa og felagið Mark vóru til staðar. Tað verður felagið hjá Finnleif Fagradal, sum kemur at gera planeringsarbeiðið.

Linjohn Christiansen, borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, sigur, at uppskotið er stílreint, bygningurin við teimum 20 íbúðunum fellur væl inn í lendið og skemmir á ongan hátt umhvørvið, ið er ein treyt frá kommununi.

Enn er ikki greitt, nær fyrstu fólkini kunnu flyta inn, men arbeitt verður so skjótt til ber.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2022

25 Leygardagur 12. mars 2022

Kommunurnar eystan Múla skoðaðu verkið

Hvannasunds og Viðareiðis kommuna vóru í vikuni í nýggju tunlunum Norð um Fjall. Ein spennandi tíð fyri framman, verður sagt

Nýggju tunlarnir loysa gomlu tunlarnar frá 1965 og 1967 av (Mynd: Hvannasund.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Landsverk bjóðaði í vikuni Hvannasunds kommunu og Viðareiðis kommunu at síggja gongdina í arbeiðinum við nýggju tunlunum Norð um fjall.

Hvannasunds kommuna skrivar á heimasíðuni, at tað var ein góð og áhugaverd vitjan. 

- Vit kunnu ikki siga annað enn, at ein spennandi tíð er fyri framman, verður sagt.

Talan er um tveir tunlar. Árnafjarðartunnilin, sum er millum Ánirnar og Árnafjørð, er 1961 metrar langur. Hvannasundstunnilin sum er millum Árnafjørð og Norðtoftir er 2265 metrar langur.

Eftir ætlan skal skulu tunlarnir verða lidnir í 2024. Samlaða metingin í verklagslógini er 522 milliónir krónur.

[object Object]
Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, og borgarstjórin í Viðareiðis kommunu, Marita Sumberg (Mynd: Hvannasund.fo)

[object Object]Íbúgvarnir í økinum fáa nú tvísporaðan tunnil (Mynd: Hvannasund.fo)

[object Object]
Nýggi Árnafjarðartunnilin er 1961 metrar langur meðan Hvannasundstunnilin er 2265 metrar til longdar (Mynd: Hvannasund.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2022

26 Leygardagur 12. mars 2022

Vágs kommuna bjóðar Løðhamar út til íbúðarbygging

Samtykt er at bjóða vestara part av Løðhamri út til íbúðarbygging. Talan er um eitt øki á 3.800 fermetrar og um eina tí størstu byggiætlanina í Vágs Kommunu í nógv ár

Ynskið er, at verkætlanin við íbúðarbyggingini verður samansett av íbúðum í ymiskum støddum - hetta er fyri at tryggja, at byggingin verður so fjølbroytt og dragandi sum gjørligt, skrivar vagur.fo (Mynd: Vágs Kommuna)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tíðliga í 2021 setti Vágs Kommuna gongd á at fáa lýst økið á Løðhamri og hvat tað kundi brúkast til. Fyrst var gamla fiskaplássið grivið fram, og síðani setti Vágs Kommuna seg í samband við SNA arkitektar við ynski um, at teir gjørdu eitt heildaruppskot til alt økið á Løðhamri.

Heildaruppskotið hjá SNA arkitektum fevndi um mentanarøki við fiskaplássi og bátabrúgv, og íbúðarbygging. Uppskotið varð alment víst fram í september 2021, og síðani tá hevur tekniska deild hjá Vágs Kommunu arbeitt við at gera útbjóðingartilfar klárt til íbúðarbyggingina.

Nú kunnger kommunan á heimasíðu sínari, at Vágs Býráð hevur samtykt at bjóða vestara part av Løðhamri út til íbúðarbygging. Talan er um eitt øki á 3.800 fermetrar, og hetta er ein tann størsta byggiætlanin í Vágs Kommunu í nógv ár og kemur hetta at hava stóran týdning fyri økið á Løðhamri og fyri Vág.

Ynskið er, at verkætlanin við íbúðarbyggingini verður samansett av íbúðum í ymiskum støddum - hetta er fyri at tryggja, at byggingin verður so fjølbroytt og dragandi sum gjørligt, skrivar vagur.fo 

Á Løðhamri var eitt sera virkið vinnulív í gomlum døgum. Á Løðhamri var eitt stórt turkihús og har høvdu nógv fólk sína dagligu gongd. Seinast virksemi var á Løðhamri, var tá Johanna TG326 bleiv umvæld. Nú setir Vágs Kommuna gongd á, fyri at fáa lív í Løðhamar aftur.

- Hetta er ein sera spennandi verkætlan, sum kemur at hava nógv at siga fyri Vágs Kommunu. Hetta er ein máti, at geva fólki møguleika at ogna sær íbúð í Vági á einum søguliga áhugaverdum staði niðri við sjóvarmálan, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.

Útbjóðingartilfarið verður almannakunngjørt seinni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2022

27 Leygardagur 12. mars 2022

Parkour-øki verður gjørt á Tvøroyri

Tey størru børnini sakna avbjóðingar – nú verður trøðin við Roykstovuna fríðkað

(Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í 2018 keypti Tvøroyrar kommuna gomlu Roykstovuna og tilhoyrandi trøðina hjá T.F. Thomsen. Býráðið hevur umrøtt hvat ognirnar skulu nýtast til, og í næstum verður farið undir at fríðka um trøðna.

Gamli hjallurin, ið stendur á trøðni, verður tikin niður. Ein gøta verður gjørd, ið gongur allan vegin gjøgnum trøðna. Júst hvar inngongdirnar verða er ikki heilt vist í skrivandi stund og tí er tekningin av gøtuni vegleiðandi. Trø eru bíløgd til at planta ymsastaðni og borð og benkur verða sett upp. Trøini, ið bíløgd eru, eru ikki smáir runnar, men hampuliga stór trø.

Núverandi spæliplássið við Bank Nordik er sera væl umtókt, men tað gjørdist skjótt greitt, at serliga tey størru børnini saknaðu avbjóðingar.

Á brúnu økjunum á myndini (herundir) er tí gjørt av, at bjóða ungdóminum møguleikan at royna seg við sonevnda “parkour”. Parkour er sera væl umtókt og her verða stativ sett upp, ið børnini so kunna royna seg í – undir stativunum er fallundirlag, so, skuldi onkur mist takið,  verður fallið ikki so hart. Fyritøkan Innsport fer at standa fyri arbeiðinum at seta stativini upp.

Forarbeiðið stendur tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu fyri, og her verður leystliga mett, at arbeiðið kann verða liðugt, tá summarið nærkast.

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2022

28 Leygardagur 12. mars 2022

Seks timburslærlingar staðið sveinaroynd

Mikudagin stóðu seks lærlingar sveinaroyndina innan timbur

Arni Martinsson Tausen (Articon), Dánjal Akselsson Haraldsen (Articon), Hans Eihilt Sivertsen (Eysturlon), Hávar Patursson (J. N. Smíð), Kåre Hansen (Bogi Hermansen) og Tóki á Rógvu Joensen (Húsavarðatænastan) (Mynd: Glasir)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Enn ein hátíðardagur á Glasi. Mikudagin hava hesir seks staðið sveinaroyndina innan timbur.

Tað vóru nøkur spent og glað avvarandi og starvsfelagir hjá teimum seks lærlingunum, ið høvdu samlað seg í verkstovuni hjá timbur fyri at síggja úrslitið av sveinaroyndunum og at ynskja lærlingunum til lukku. 

Kenneth B. Olsen, leiðari á Timbur, hevði eina stutta røðu fyri lærlingunum, har hann minti lærlingarnar á týdningin av at ikki at verða bangin fyri at royna seg heldur enn at halda seg aftur. “Heldur angra okkurt, sum tú hevur roynt, enn at angra okkurt, sum tú ikki hevur roynt”.

Seinni í summar verður tann meira hábærsliga prógvhandanin við fanfaru og føroyskum búna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2022

29 Leygardagur 12. mars 2022

Fær ábyrgdina av fíggjarleiðsluni í Vágs kommunu

Arni D. Brattaberg, sum hevur sitið í avloysarastarvi, er nú settur í fast starv

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrsta apríl byrjar nýggjur fíggjarleiðari í Vágs Kommunu.

Vágs Kommuna søkti í februar eftir nýggjum fíggjarleiðara eftir at Pól Thorsteinsson boðaði frá, at hann ikki kom aftur eftir farloyvi í trý ár. Í farloyvistíðini hevur Arni D. Brattaberg røkt fíggjarleiðarastarvið.

Vágs Býráð hevur á fundi gjørt av at seta Arna D. Brattaberg í fast starv sum fíggjarleiðari. Tað skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.

Arni hevur lokið HD 1 og diplom í økonomi og regnskab, og í gongd við eina diplom útbúgving í leiðslu. Umframt royndir frá fíggjarleiðarastarvinum í kommununi, so hevur Arni drúgvar royndir frá privatu vinnuni innan handil, bókhald og nevndararbeiði. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2022

30 Leygardagur 12. mars 2022

Valborg og Gunnvá valdar í nevndina í Pedagogfelagnum

Valborg H. Hammer fekk flest atkvøður. Gunnvá A. Hansen og Harald Joensen fingu líka nógvar atkvøður, og eftir lutakast var tað Gunnvá, sum varð vald í nevndina

Valborg H. Hammer og Gunnvá A. Hansen (Mynd: Pedagogfelagið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroya Pedagogfelag hevði aðalfund farna vikuskiftið. Á skránni var millum annað nevndarval til tveir nevndarsessir. 

Valborg H. Hammer og Harald Joensen stóðu fyri vali. Bæði tóku við afturvali, harumframt bjóðaði Gunnvá Akraberg Hansen seg fram til nevndarvalið.

Úrslitið gjørdist, at Valborg var fyrstvald við 374 atkvøðum, meðan Gunnvá og Harald bæði fingu 214 atkvøður í part. Eftir lutakast vóru Valborg og Gunnvá valdar í nevndina. Harald gerst tiltakslimur.

Úrslitið var:
Valborg H. Hammer 374 atkvøður.
Gunnvá A. Hansen 214 atkvøður. Vald eftir lutakast.
Harald Joensen 214 atkvøður. Tiltakslimur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2022

31 Leygardagur 12. mars 2022

Eyð Tausen Magnussen nýggjur kommunulækni á Skálafjørðinum

Hon tekur við starvinum 1. apríl

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Heilsutrygd hevur sett Eyð Tausen Magnussen í starv sum kommunulækna í Skálafjarðar læknadømi.

Tað skrivar Heilsutrygd á heimasíðuni.

Eyð Tausen Magnussen nam sær embætisprógv innan læknafrøði í januar 2012 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini 1. november 2021. Eyð Tausen Magnussen arbeiddi tveir mánaðir í Læknahúsinum í Hoyvík, áðrenn hon var sett sum avloysari í viðtaluni, sum Kári Rasmussen hevur arbeitt í í mong ár, og sum hon nú yvirtekur.

Hon tekur við starvinum í Heilsudeplinum við Skálafjørðin 1. apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2022

32 Leygardagur 12. mars 2022

Vivian nýggjur leiðari í Baldursbrá

Vivian Bjartalíð Samson hevur seinastu mongu árini starvast sum leiðari og varaleiðari á dagstovnaøkinum

Vivian Bjartalíð Samson (Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hálvan februar byrjaði Vivian Bjartalíð Samson í starvi, sum leiðari á nýggja dagstovninum á Norðoyri.

Vivian er útbúgvin námsfrøðingur, og hevur hon drúgvar royndir á økinum. Seinastu mongu árini hevur hon starvast sum leiðari og varaleiðari á dagstovnaøkinum.

- Hetta er ein nýggjur stovnur, sum eg saman við starvsfólkunum, fái møguleika at mynda og sett eina kós fyri. Í mínum námsfrøðiliga arbeiði havi eg altíð verið hugtikin av sangi, rørslu og náttúruni, sum stýringsamboð, sigur Vivian sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.

- Umstøðurnar og náttúran her úti á Norðoyri eru fantastiskar, og útiøkið í barnagarðinum byrjar veruliga at taka skap. Her er lagt upp til bæði rørslu og hugna. Fleiri av starvsfólkunum hava eisini grønar fingrar, so vit gleða okkum at fara undir at planta bæði trø og grønmeti.

Tvær barnagarðsstovur eru í løtuni í Baldursbrá, men eftir páskir verður latið upp fyri einari afturat. Tá verður pláss fyri 35 børnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2022

33 Leygardagur 12. mars 2022

Lions Eysturoy/Klaksvík stuðlar Eysturhjálp

Hevur latið 50.000 krónur at brúka til hjálp til flóttarfólk úr Ukreina

Frá vinstru Tummas Lervig varapresidentur í Lions Eysturoy/Klaksvík, Anskar Hansen, Jóhanna í Ytsthúsi og Petur Gaardlykke presidentur í Lions Eysturoy/Klaksvík
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eysturhjálp er ein hjálparfelagsskapur, sum veitir neyðhjálp til eysturevropeisku londini.

Felagsskapurin hevur virkað í nógv ár, og er serliga aktuellur nú kríggi herjar í Ukraina.

Eysturhjálp hevur sera gott samstarv við hjálparfelagsskapir sum virka í londunum fyri eystan.

Anskar Hansen og Jóhanna í Ytsthúsi hava verið ímyndin av Eysturhjálp, og hava sent hjálpina til Ukraina, sum er ávegis til landamarkið.

Í komandi viku er aftur ein 40 fót bingja til ukrainska landamarkið í Moldava.

Teirra arbeiði er í tøttum samstarvið við álítandi samkomur, sum hjálpa á staðnum. Upphæddin fer beinleiðis til hjálpina á staðnum har harast leikar á, í løtuni eru eini 240.000 flóttarfólk á markinum inn í Moldava.

Lions í Klaksvík/Eysturoy vóru fúsir nú brádliga neyðstøðan var har, og vóru tilreiðar at stuðla og verða við til at hjálpa Eysturhjálp við einari upphædd á 50.000 krónur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2022

34
Leygardagur 12. mars 2022

Navigare keypir tvey skip frá Arklow Shipping í Írlandi

Skipaflotin hjá Navigare veksur nú úr 11 og upp í 13 skip

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Talið á skipum hjá Navigare veksur úr 11 til 13, nú fyritøkan fær skipini Hav Brim og Hav Sund ávikavist í apríl og juni í ár. Skipini eru bygd í 2008 og koma at lasta 4600 tons.

Við hesum keypinum ger Navigare somuleiðis sína størsta íløgu í søgu felagsins. Avgerðin er strategisk, og ein liður í at endurnýggja flotan tey komandi árini. 

- Vit fara inn í framtíðina við positivum huglagi og fleiri spennandi verkætlanum, hóast óvissuna, ið hevur verið seinastu árini og nú tí spentu støðuna millum Russland og Ukraina, sigur fyritøkan í tíðindaskrivi.

Um skipini:
Longd 89.95m
Breidd 14.4m
BT 2998t
Motororka 1800kW

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2022

35
Leygardagur 12. mars 2022

Eftir bankatoski í komandi viku

Atur í ár verður høvi at smakka bankatoskin á matstovum í Havn

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í komandi viku fer havrannsóknarskipið Jákup Sverri á Føroyabanka á sínum fasta royndartúri á vári at gera yvirlitstrolingar á bankanum.

Í eina viku fer skipið at gera trolingar eftir einum føstum mynstri, sum hevur verið brúkt í nógv ár fyri at staðfesta hvussu støðan er á teimum ymsu fiskastovnunum á hesum sermerkta øki. Leiðari á túrinum verður Petur Steingrund, fiskifrøðingur.

Vanligt er, at matstovurnar í Havn fáa møguleika at keypa sermerktu og vælsmakkandi bankatoskarnar, sum verða fingnir á hesum túrum, og matstovan Barbara Fishouse í Gongini hevur longu sett dagarnar 26. og 27. mars av sum serligir dagar við bankatoski á matarlepanum. 

[object Object]
Áhugi er hjá kokkum at fáa hendur á bankatosk. Her síggjast Janus Einar Sørensen og Teitur Christensen (Savnsmynd)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2022

36 Leygardagur 12. mars 2022

“Tað kundi verið eg” ársins útvarpshitt

Sangurin sum næmingar á Skúlatrøð í Klaksvík syngja, hevur vunnið heitið sum ársins føroyska útvarpshitt 2021

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tilsamans 13.698 atkvøður komu í kappingini um ársins føroyska útvarpshitt 2021. Og tá avtornaði var tað lagið “Tað kundi verið eg”, sum vann við 2.681 atkvøðum.

Næmingar á Skúlatrøð í Klaksvík syngja sangin, sum Steintór Rasmussen hevur yrkt. Alvin Ellebye hevur tikið upp, spælt og ljóðblandað sangin.  

Hetta var kunngjørt í sendingini Góðan morgun Føroyar fríggjamorgunin, og úrslitið er eisini tøkt á kvf.fo.

Á øðrum plássi var sangurin “Named”, sum Maria á Lakjuni syngur, ið fekk 1.912 atkvøður.

Á triðja plássi var sangurin “Náttin var okay”, sum Herborg Torkilsdóttir hevur skrivað og syngur. Sangurin fekk 1.734 atkvøður í alt.

Her er atkvøðubýtið millum teir 10 sangirnar í endaumfarinum í prosentum:

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2022

37
Leygardagur 12. mars 2022

Grækarismessuhald í dag og í morgin

Í høvuðsstaðnum verður bíðað til í morgin at heilsa tjaldrinum vælkomnum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Steinbjørn O. Jacobsen heldur røðu í Klaksvík

Grækarismessuhaldið í Klaksvík verður í Skálanum í Bøgøtu í dag klokkan 15, har Steinbjørn O. Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóri, flytur fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir nøkur løg, og felagssangir verða sungnir.

Klaksvíkar Danisfelag skipar fyri saman við Skótaliði Nólsoyar Pálls, KFUM&K skótunum og Klaksvíkar Hornorkestri. Eftir grækarismessuhaldið verður kakao og bollar at fáa, og barnadansurin hjá Klaksvíkar Dansifelag hevur tombola. 

Súni Selfoss heldur grækarismessurøðuna í Runavík

Grækarismessuhaldið í Runavík í dag byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu úr skúlanum við Løkin og niðan í Skótahúsið. Har byrjar tiltakið klokkan 15. 

Súni Selfoss fer at flyta fram røðu, og Nes Sóknar Musikkfelag spælir horntónleik.

Harumframt skipa skótarnir fyri stórum páskareggjatombola. Tiltakið er vanliga ein tíma.

Haldið á Vaglinum verður í morgin

Grækarismessuhaldið í Havn verður í morgin, sunnudag 13. mars.

SSB-skótarnir skipa fyri, og gleða seg at bjóða øllum oman á Vaglið uttan avmarkingar vegna koronu. Skrúðgongan byrjar undir Bryggjubakka kl 15, tá skótar, úlvar og títtlingar úr skótaliðunum í Havn fara til gongu. Gingið verður niðan um Finsen eftir Tróndargøtu og síðani oman á Vaglið eftir Niels Finsens gøtu.

Havnar Hornorkestur spælir nøkur løg, og síðani fer Jóhann Mortensen at flyta fram røðu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2022

38 Leygardagur 12. mars 2022

Hátíðarhald: Fiskepigernes Fagforening 100 ár

Í dag verður 100 ára føðingardagurin hjá fyrsta føroyska arbeiðskvinnufelagnum hátíðarhildin á Seglloftinum á Tvøroyri

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

29. januar í ár vóru 100 ár liðin, síðan fyrsta føroyska arbeiðskvinnufelag, Fiskepigernes Fagforening, varð sett á stovn. Í hesum sambandi verður hátíðarhald í dag, leygardagin 12. mars klokkan 14.30 á Seglloftinum á Tvøroyri, har nógv ymiskt verður á skrá.

Sonne Smith verður frásøgumaður, og Sunrid Vang, forkvinna, bjóðar vælkomin.

Tvøroyrar skjalasavn hevur gjørt eina framsýning til endamálið, og hon verður at síggja á Seglloftinum. Søgufrøðingarnir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe, ið varða av skjalasavninum, fara eisini at hava eina framløgu um framsýningina.

Harumframt fara Ingeborg Winther og Sonja Jógvansdóttir at halda røður, og orðið verður eisini frítt til stutta føðingardagsheilsu.

Eisini verða tónleikainnsløg við Hanusi G og Tvøroyrar hornorkestri, og okkurt gott til góman verður at fáa. Tiltakið er alment.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2022

39 Leygardagur 12. mars 2022

Mín lívsleið - ein bók til at minnast stórar hendingar

Bókin, ið er ætlað at gera tað lætt og ómakaleyst hjá okkara eldru borgarum at fáa skriva niður allar tær stóru og spennandi hendingar, sum lívsleiðin hevur havt við sær, kom út í síðstu viku. Høgni Waag Høgnesen hevur skrivað í samstarvi við fólk ið arbeiða innan umsorganarøkið í Føroyum

Í bókini er bæði sett pláss av til at skriva sína lívssøgu, umframt at pláss er til at festa persónligar myndir í bókina
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Lívið er fult at stórum upplivingum og hendingum sum á sín hátt seta seg fast í minnið. Tó kann tað verða torført at fáa hesar skrivaðar niður, tí hvar skal man byrja? Hendan trupulleikan kann bókin "Mín lívsleið" loysa.

Fyrsta mars kom nýggj bók á marknaðin, ið er ætlað at gera tað nemt og ómakaleyst hjá okkara eldru borgarum at fáa skriva niður allar tær stóru og spennandi hendingar ið lívsleiðin hevur havt við sær.

Bókin eitur Mín lívsleið. Ætlanin við hesari samtalubókini er, at eigarin av bókini saman við sínum nærmastu fær møguleika at hugleiða um sína lívsleið, tær søguligu hendingar og stóru upplivingar, ið eitt hendingarríkt lív hevur havt við sær.

Bókin byggir á grundarsteinarnar innan reminiscens, ið merkir, at hon eisini hóskar teimum væl, ið hava demens.

[object Object]

Í bókini er bæði sett pláss av til at skriva sína lívssøgu, umframt at pláss er til at festa persónligar myndir í bókina. Harafturat eru størstu hendingarnar frá 20. øld nevndar í bókini, soleiðis at hesar kunnu skapa forvitnisligt prát saman við børnum ella barnabørnum.

Høgni Waag Høgnesen hevur skrivað í samstarvi við fólk ið arbeiða innan umsorganarøkið í Føroyum. Eisini hevur Alzheimersfelagið givið sítt íkast

Bókin er sniðgivin við tekningum av føroyskum myndaevnum, ið Joan Waag Høgnesen hevur teknað

Mín lívsleið fæst til keyps frá høvundanum og í bókhandlunum kring landið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2022

40 Leygardagur 12. mars 2022

Solokonsert við Dávi Birgisson

Guittarsnillingurin, sum skjótt skal spæla sína debutkonsert á kongaliga musikkonservatorium, verður at hoyra í Hátúni sunnudagin

Dávur Birgisson her sum solistur hjá Føroya Symfoniorkestri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnudagin verður møguleiki at uppliva sologittarkonsert við unga talentinum, Dávi Birgisson, ið seinni í ár fer at hava sína formellu debut úr solistklassanum á Kgl. Danska Musikkonservatorium í Keypmannahavn.

Konsertin verður á Musikkskúlanum í Havn, har Dávur traðkaði sínar tónleikaligu barnaskógvar hjá Ragnari Olsen, ið var fyrsti lærari hansara. Eftir lokið prógv á Musikkskúlamiðnámi, fór Dávur til Keypmannahavnar at lesa. Eisini var hann eitt skifti í Kina í tiltikna gittarklassanum í Beijing.

Dávur Birgisson hevur við góðum úrslitum luttikið í altjóða kappingum fyri gittara og vann hann í 2017 stórstu føroysku einleikarakappingina Stella Polaris.

Dávur fer at spæla tónleik eftir Dowland, Brouwer, Moreno-Torroba og Rasmussen. Og okkurt stuttligt afturat, sum hann sigur. Pláss skal vera fyri impulsiviteti, og hevur hann nógv gittarstykki við í skjáttuni.

Í dag fer Dávur at hava opnan klassa við blaðungum gittartalentum, ið spæla gittar hjá Ólavi Jakobsen og Ragnari Olsen. Her fer Dávur at vegleiða og koma við góðum ráðum. Tiltøkini eru partur av Gittarmagma, ið er á Tórshavnar musikkskúla í dag og í morgin.

Solokonsertin hjá Dáva er sunnudagin kl. 15 í Hátúni. Hon er ókeypis og ikki er neyðugt at bíleggja atgognumerki innan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2022

41 Leygardagur 12. mars 2022

Stuðulskonsert í Hoyvíkar kirkju sunnukvøldið

Møguleiki verður at lata pening til flóttafólk úr Ukraina. Sway, Lena Anderssen, Eyðun Nolsøe og Jens Marni Hansen framføra

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sunnukvøldið klokkan 19 verður stór stuðulskonsert í Hoyvíkar kirkju, har høvi verður hjá fólki at lata pening til flóttafólk úr Ukraina. 

Til ber eisini at flyta pening.

Tey, ið framføra, eru Sway, Lena Anderssen, Eyðun Nolsøe og Jens Marni Hansen. 

Møguliga taka onnur eisini lut.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2022

42 Leygardagur 12. mars 2022

Níggju handrit komin inn

Freistin at lata inn handrit til skaldsøgukappingina hjá Bókhandlarafelagnum og H.N. Jacobsens Bókahandli var úti 1. mars – fyriskiparar siga seg fegnast um undirtøkuna

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Freistin at lata inn handrit til skaldsøgukappingina hjá Bókhandlarafelagnum og H.N. Jacobsens Bókahandli, sum var útskrivað á vári í fjør, var úti 1. mars, og níggju handrit komu inn.

Dómsnevndin – Kári Árting, Bergur Rasmussen og Marianna Hoydal – skulu nú taka støðu til handritini, og vinnarin verður kosin á Bókadøgum í heyst.

Skaldsøgukapping hevur verið tvær ferðir áður. Fyrstu ferð vann Marjun S. Kjelnæs við skaldsøguni Óendaliga vera, og aðru ferð vann Oddfríður M. Rasmussen við skaldsøguni Ikki fyrr enn tá.

Bókhandlarafelagið og H.N. Jacobsens Bókahandil siga seg fegnast um, at so nógv høvdu hug at luttaka í kappingini um 75.000 krónur og útgávusáttmála við Forlag H.N. Jacobsens.

– Hóast bert ein vinnarin verður kosin, so hevur kappingin onkursvegna birt undir ein skrivihug til skaldsøgur, ið hevur ført við sær, at fleiri upprunaføroyskar skaldsøgur eru útgivnar seinastu árini. Tað er millum annað við hesum í huga, at bókahandlarnir Rit og Rák, Alfa Bókhandil, Bókabúðin og H.N. Jacobsens Bókahandil eru farnir undir hesa kapping enn einaferð, skriva tey í tíðindaskrivi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2022

43 Leygardagur 12. mars 2022

Støðan skal ikki misnýtast

Oljufeløgini í Føroyum eru skjót at broyta prísirnar, tá altjóða prísstøðið á brennievni hækkar, men ikki tá tað fellur, heldur Aksel V. Johannesen

(Mynd: Magn)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Oljufeløgini í Føroyum eru skjót at broyta prísirnar, tá altjóða prísstøðið á brennievni hækkar, men ikki tá tað fellur. Tað er longu staðfest í frágreiðing hjá Kappingareftirlitinum í 2016, men nú eiga vit øll - borgarar og vinna í Føroyum - at vita, um oljufeløgini enn taka ov høgan prís, skrivar Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, í tíðindaskrivi.

Hann hevur sett landsstýrismanninum við umhvørvis og vinnumálum, Magnusi Rasmusen, ein grein 52 fyrispurning, um júst oljuprísirnar.

Í løtuni eru oljuprísirnir hækkaðir nógv, og hóast tað vanliga er so, at oljufeløgini í Føroyum hava goymslur fyri lægri prís, so hækkar prísurin til føroyska samfelagið. Hetta hendir, so hvørt sum tað verður fráboðað, at altjóða oljuprísurin hækkar. 

Tí er viðkomandi at spyrja, um tað er rímiligt, at oljufeløgini skulu sleppa at hækka prísin fyri eina vøru, sum kostaði munandi minni at keypa inn, heldur tingmaðurin fyri Javnaðarflokkin.

Um oljufeløgini gera hetta, so kann tað tulkast sum, at tey vilja misnýta eina sperda støðu og vinna pening upp á neyðina hjá føroyska samfelagnum, borgarum og vinnu. 

Aksel V. Johannesen spyr millum um landsstýrismaðurin fer at kanna, um oljufeløgini í Føroyum hava stórar goymslur fyri lægri prís, samstundis sum tey hækka prísin. Eisini spyr hann um landsstýrismaðurin kann upplýsa, um oljufeløgini hava størri avkast enn neyðugt og harvið áseta ein ov høgan prís til føroyskarar borgarar og vinnulív.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2022

44 Leygardagur 12. mars 2022

Effo: - Vit gera okkum ikki dælt av støðuni í Ukraina

- Hetta er ein álvarsom ákæra, sum vit als ikki vilja hava sitandi á okkum sigur stjórin í Effo, Janus Thomsen í eini viðmerking til skuldsetingar um, at felagið í samband við prísáseting av olju ger sær dælt av vanlukkuligu støðuni í Ukraina

Janus Thomsen, stjóri í Effo vísir aftur atfinningum um prísáseting av olju
SkrivaÐ:

Jan Müller

Skuldsetingar móti føroysku feløgunum, sum standa fyri søluni av olju, eru fleiri í hesum døgum, nú m.a. kríggið í Ukraina er við til at hækka oljuprísirnar óvanliga nógv. Víst verður á, at oljufeløgini í Føroyum eru skjót at broyta prísirnar, tá altjóða prísstøðið á brennievni hækkar, men ikki tá tað fellur.

Ein teirra, sum vil hava at vita, hvussu oljufeløgini handfara prísásetingina í hesum døgum, er Aksel Johannessen, formaður í Javnaðarflokkinum. Hann hevur á tingi sett fyrispurning til landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum, har hann spyr, um tað er rímuligt, at oljufeløgini skulu sleppa at hækka prísin fyri eina vøru, sum kostaði munandi minni at keypa inn.

Orkan.fo hevur sent spurningin víðari til stjóran í Effo, Janus Thomsen, sum sigur, at Effo ger sær avgjørt ikki dælt av vanlukkuligu støðuni í Ukrania. Tað er ein álvarsom ákæra, sum felagið  als ikki vil hava sitandi á sær. EFFO vil tí fegið kunna almenningin um hetta málið, sum hevur vakt so miklan ans í serstakliga sosialu miðlunum.

Janus Thomsen:  

- Prísirnir hjá Effo fylgja prísgongdini á altjóða marknaðinum.

- Prísgongdin hjá Effo samanborið við feløg í Danmark hevur verið áleið tann sama higartil í ár. Tó eru prísirnir í Danmark hækkaðir munandi meir enn hjá Effo seinastu vikurnar.

- Tá keypt verður á goymslu, rinda vit ikki ein fastan prís fyri oljuna, men ein fyribils prís. Endaligi prísurin verður ásettur eftir nakrar vikur fram í tíð, og er ein miðalprísur av altjóða innkeypsprísinum.

- Tangaskip koma við olju til Føroya umleið 14. hvønn dag. Sostatt liggur oljan lutfalsliga stutt á goymslu.

- Seinasta levering av olju var í seinnu helvt í februar, so hækkingarnar seinastu vikurnar hava ávirkan á prísin á hesi levering og dagsins søluprísir.

- Sethúsakundar, ið hava sjálvvirkandi áfylling og gjaldsskipan, hava prístrygd, ið merkir,  at kundin er tryggjaður lægsta prísin 12 dagar áðrenn og 12 dagar aftaná tann dagin tey fáa fylt olju á tangan.

Prísgongdin hjá Effo í mun til Danmark, uttan avgjøld:

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2022

45 Leygardagur 12. mars 2022

Partabrævið hjá Atlantic Petroleum til himmals

Men eingin skilur, hví áhugin at keypa er so stórur

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Seinastu dagarnar er partabrævið hjá lítla føroyska oljufelagnum, Atlantic Petroleum, hækkað við 900 prosentum. Tað skriva Børsen og Ekstrablaðið.

Partabrævið varð mikudagin handlað til kurs 45 kr. Stjórin í felagnum, Mark Højgaard, sigur sambært Børsen, at hann skilur ikki rættiliga hesa stóru og bráddligu økingina av partabrævinum. Per Hansen, sum er íløgubúskaparfrøðingur í Nordnet, hevur eisini ilt við at skilja, hví íleggjarar keypa upp partaprøv. 

- Tað sær ikki mætari enn “vanvittigt” út sum hann málber seg. Hyggur tú yvir eitt tíðarskeið uppá fimm ár, so er einki hent hesi árini. Alt, sum er hent, er farið fram seinastu dagarnar. Hann heldur, at orsøkin til áhugan fyri føroyska oljufelagnum er tann støðugt vaksandi og methøgi oljuprísurin. Atlantic Petroleum seldi í 2017 sín lut í oljufeltinum Orlando til felagið Decipher, men felagið hevur framhaldandi rætt til inntøkur frá Orlando. Í løtuni er eingin framleiðsla, men tað fer aftur undir at framleiða seinni í ár, um alt gongur sum ætlað.

Per Hansen sigur, at talan givið kann blíva um ein góðan handil, um framleiðslan kann byrja í 3. ársfjórðingi og byrjar at fáa inntøkur vegna høga prísin. Men hann skilur framvegis ikki stóra áhugan fyri partabrævinum, tí hann er alt ov høgur í mun til fíggjarligu útlitini. Felagið hevur so eisini ein negativan eginkapital uppá 95 mió. kr., hvat ikki átti at ført til so stóran íløguáhuga.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2022

46 Leygardagur 12. mars 2022

Royndarkoyra synkronkompensator í Suðuroy

Synkronkompensatorin er partur av vindorkuverkætlanini í Suðuroy, sum umframt vindmyllurnar eisini fevnir um neyðuga stuðlandi tøkni sum vera við til at tryggja elveitingina og støðufestið í Suðuroy, sigur SEV

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyri fyrstu ferð verður ein synkronkompensator royndarkoyrdur á netinum hjá SEV. Hetta fer fram í Suðuroy, har fólk hjá SEV og veitaranum ABB royndarkoyra synkronkompensatorin á koblingarstøðini í Heiðunum í Porkeri.

Synkronkompensatorin er partur av vindorkuverkætlanini í Suðuroy, sum umframt vindmyllurnar eisini fevnir um neyðuga stuðlandi tøkni, t.e. synkronkompensator og battarískipan v.m., sum vera við til at tryggja elveitingina og støðufestið í Suðuroy, nú útbygt verður við óstøðugari vindorku.

Vindorka er óstøðug orka. Um bara vindorka var á netinum, hevði elgóðskan ikki livað upp til altjóða krøv, og heldur ikki hevði verið møguligt, í dag, at tryggja eina støðuga elveiting. Óstøðuga vindorkan hevur ikki somu stabiliserandi eginleikar, sum eitt nú vatn- og dieselorkuverkini hava. Í Suðuroy er tí í løuni neyðugt at hava motorar koyrandi á Vágsverkinum samstundis sum vindmyllurnar framleiða elorku. Hetta fyri at kunna lofta beinanvegin, um vindurin brádliga minkar ella tekur til, soleiðis at streymveitingin ikki verður ávirkað av hesum knøppu broytingum.

Í framtíðini – heilt skjótt – fara synkronkompensatorin og battarískipanin at kunna gera hetta arbeiðið fyri motorarnar, soleiðis at streymveitingin er trygg, tó at stórur partur av orkuni kemur frá vindmyllunum.

Tøkniliga eru eginleikarnir teir, at battarískipanin kemur við reguleringskraft og 'rullandi' eykamátti, meðan synkronkompensatorin kemur við trekleika (inerti) og kortslutningseffekt. Bæði skulu til, fyri at tryggja elgóðskuna og støðufestið.

Við øðrum orðum kunnu vit kanska samanbera við stoytdoyvararnar í bilum, sum koyra á ósløttum vegi. Synkronkompensatorin og battarískipanin tryggja, at skipanin og brúkarin ikki merkja útsvingini í óstøðugu vindorkuframleiðsluni.

– Royndarkoyringin hevur gjngið væl, sigur Eirikur Norðberg, verkætlanarleiðari hjá SEV.

– Onkrar smávegis avbjóðingar hava verið, men ikki nakað av serligum týdningi, og vit vænta at fáa synkronkompensatorin í regluligan rakstur í mars.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2022

47 Leygardagur 12. mars 2022

Nýggj skjótløðistøð í Gøtudali

Magn og SEV samstarva um løðistøðina, sum er staðsett á økinum hjá Magn í Gøtudali. Finn Jakobsen, stjóri á Magn, sigur, at ætlanin er at seta upp løðistøðir á øðrum Magn støðum kring landið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Løðimøguleikarnir í Eysturoynni eru nú enn betri. Á orkustøðini hjá Magn í Gøtudali er ein 150 kW Alpitronic Hypercharger skjótløðistøð sett upp, sum gevur møguleika at løða bilin upp til tríggjar ferðir skjótari enn á vanligum løðistøðum.

Løðistøðin, sum var sett til 3. mars, hevur trý DC løðistikk; eitt Chademo og tvey CCS stikk. Eisini er ein AC løðistøð sett upp til teir bilar, sum ikki kunnu løða DC.

Magn og SEV samstarva um løðistøðina, sum er staðsett á økinum hjá Magn í Gøtudali. Sambært Finn Jakobsen, stjóra á Magn, er ætlanin at seta upp løðistøðir á øðrum Magn støðum kring landið.

Almenna infrakervið við løðistøðum er munandi víðkað. Higartil í ár eru tvær 150 kW skjótløðistøðir, umframt AC-løðistøðir, settar upp ávikavist í Skálafirði og í Gøtudali.

Á leiðini av flogvøllinum til Klaksvíkar eru nú skjótløðistøðir á flogvøllinum, við Streymin, í Skálafirði, Saltangará, Gøtudali og Klaksvík. Í næstum verður ein 150 kW skjótløðistøð sett upp í Kollfjarðardali eisini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2022

48 Leygardagur 12. mars 2022

Pf. Tjaldur keypt norskt felag saman við Ferd

Føroyska Tjaldur hevur keypt ein stóran part av felagnum Mintra saman við norska felagnum Ferd. Mintra er skrásett á keypskálanum í Oslo

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Mintra er eitt kent felag, sum millum annað veitir elektroniska frálæru innan orkuvinnuna og sjóvinnuna. Tað er serstakliga í Norra og Onglandi, at felagið er virkið, men tað hevur eisini skrivstovur aðrastaðni. Tað eru yvir 4000 altjóða feløg, sum brúka tænastuna frá Mintra. 

Tað er altjóða grunnurin Riverside, sum var tann størsti eigarin av Mintra, ið nú hevur selt sín part til Tjaldur og Ferd. Ferd er ein av størstu familjufyritøkunum í Norra og rekur feløg innan fleiri vinnur. Millum annað eigur Ferd feløgini  Aibel og  Interwell, sum fleiri føroyingar kenna frá orkuvinnuni.

Í børsfráboðanini stendur, at Tjaldur og Ferd ætla at taka ein virknan lut í felagnum og menna felagið enn meira saman við leiðsluni í Mintra.

Nú Tjaldur og Ferd verða størstu eigarar, koma tey eisini at útnevna nýggjar nevndarlimir til Mintra, stendur í børsfráboðani.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2022

49 Leygardagur 12. mars 2022

Elon Musk mælir til at økja olju- og gassframleiðsluna

- í kjalarvørrinum á krígnum í Ukraina

Eigarin av Tesla bilverksmiðjunum, Elon Musk, vil hava USA og heimin annars at økja um framleiðsluna av olju og gassi til tess at kunna steðga russiska útflutninginum av fossilari orku
SkrivaÐ:

Jan Müller

Støðan í Ukraina hevur fingið bæði olju- og gassprísir at fara upp í loft, og nú verður av álvara tosað um at avmarka ella steðga russisku søluna av olju og gassi til onnur lond.  Hetta hevur fingið bæði stjórnir í fleiri londum eins og kend vinnulívsfólk til at mæla til, at innflutningurin av orku úr Russlandi, eigur at steðga ella avmarkast. Ein teirra, sum hevur tikið til orðanna í hesum máli, er eigarin av Tesla bilverksmiðjunum, Elon Musk. 

Sambært amerikonsku sjónvarpsrásini CNBC hevur Musk skrivað á Twitter, at heimurin eigur at økja um framleiðsluna av olju og gassi í kjalarvørrinum á krígnum í Ukraina. Hetta fyri at hava nakað at seta ístaðin fyri stóra innflutningin av russiskari orku. Á Twitter skrivar Musk m.a. “Hate to say it, but we need to increase oil & gas output immediately. Extraordinary times demand extraordinary measures.” Hóast honum ikki dámar at siga tað, so eru vit noydd til at økja um olju- og gassframleiðsluna skjótast. Óvanligar tíðir krevja óvanlig stig sigur hann.

[object Object]

Hann sigur eisini, at skiftið til varandi orkuloysnir kann ikki fremjast her og nú. Varandi orkuloysnir  røkka  rætt og slætt ikki til at loysa av russiska olju- og gassútflutningin. Hann leggur aftrat, at hetta  fer eisini at ávirka Tesla. 

Ein av hvørjum 10 tunnum av olju, sum verða brúktar í dag, verður framleidd av Russlandi, sum er triðstørsti oljuframleiðari í heiminum, sambært New York Times. Áheitanin frá Musk kemur eftir, at Biden stjórnin hevur arbeitt  við eini ætlan at banna innflutningi av russiskari olju, sambært Bloomberg. 

Fyrr hevur amerikanska fyrisitingin sagt, at tað hevur ongan strategiskan áhuga fyri USA at banna orkuinnflutningin. Men nú hava leiðarar í oljuídnaðinum í USA sagt seg vilja stuðla eini ætlan at økja um framleiðsluna til tess at kunna steðga innflutninginum  úr Russlandi. Sambært amerikonsku sjónvarpsrásini hava nógvir amerikanskir ídnaðarleiðarar tikið undir við uppskotinum hjá Elon Musk  um at økja um amerikonsku og alheims olju- og gassframleiðsluna. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2022

50 Leygardagur 12. mars 2022

Bóka Airbnb-bústaðir í Ukraina – men hava ongar ætlanir um at gista

Ætlanin við átakinum er at stuðla borgarum í krígsrakta landinum

(Savnsmynd: Reuters)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Túsundatals Airbnb-brúkarar hava bókað sær ein frítíðarbústað í Ukraina. Men teir hava kortini ongar ætlanir um at fara til krígsrakta landið.

Orsøkin til, at tey hava bókað sær Airbnb-bústaðir, er fyri at stuðla ukrainum fíggjarliga.

2. og 3. mars brúktu brúkarar uml. 1,9 milliónir dollarar (13 milliónir krónur) uppá fleiri enn 61.000 Airbnb-bókingar í Ukraina, upplýsir fyritøkan. Meginparturin av bókingunum vóru frá amerikanarum, skrivar CNN.

Hetta átakið byrjaði við einari áheitan á netinum, har fólk heittu á onnur um at bóka sær kømur so stutt áðrenn check-in dagin sum gjørligt fyri at tryggja sær, at vertir fingu peningin skjótt. Vanliga fáa vertir peningin einar 24 tímar eftir check-in.

Fyriskiparar av átakinum heita tó eisini á fólk um at tryggja sær, áðrenn tey fremja eina bóking, at tað eru privatpersónar og ikki fyritøkur, sum leiga út.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2022

51 Leygardagur 12. mars 2022

Zlenskyj á forsetaborgini: - Eg eri ikki bangin

Ukrainski forsetin hevur ongar ætlanir um at rýma

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast russisku herdeildinar spakuliga taka seg fram í Ukraina, so heldur ukrainska mótstøðan fram.

Landsins forseti, Volodymyr Zelenskyj, sum í vestanlondum er vorðin ímyndin av ukrainska stríðsviljanum, sendi týsnáttina boð út til fólkið um at ikki at missa mótið.

Í einum videobroti á boðtænastuni Telegram, hevur Zelenskyj fyri fyrstu ferð síðan russisku innrásina víst seg á forsetaskrivstovuni í miðbýnum í Kyiv, skrivar blaðið The Guardian.

Í filmsbrotinum filmar Zelenskyj fyrst út yvir tómu gøturnar í høvuðsstaðnum, áðrenn hann fer inn, og setir seg á forsetaskrivstovuni at halda røðu fyri ukrainska fólkinum, har hann eisini tryggjar teimum, at hann er við til tann beiska endan.

- Lat meg siga eitt. Eg verði her. Eg verði í Kyiv. Á Bankova Street. Eg fjali meg ikki, og eg óttist ongan, sigur forsetin millum annað.

Í røðuni fagnar Zelenskyj eisini dirvinum hjá ukrainum.

- Øll eru har, tey skulu vera. Eg eri í Kyiv. Fólk mítt er við mær. Verjueindirnar eru til reiðar. Herfólkini standa tilbúgvin. Okkara hetjur!

- Læknar, bjargingarfólk, bilførarar, sendifólk, tíðindafólk og øll onnur. Vit eru øll í kríggi. Vit koma við okkara íkasti til sigurin, sum vit eru sannførd um fer at koma, sigur hann.

Volodymyr Zelenskyj hevur fyrr boðað frá, at hann er fremsta mál hjá Russlandi, og at familja hansara er næstfremsta.

Kortini hevur forsetin endurtikið fleiri ferðir fyri fólki sínum og restini av heiminum, at hann ikki fer til rýmingar.

Hann hevur víst seg alment eina ferð fyrr undir nú 12 daga langa krígnum. Tað hendi í einum øðrum filmsbroti, tá hann saman við ráðgevum sínum gekk á gøtunum í Kyiv.

- Vit eru her fyri at verja frælsið hjá landi okkara. Og soleiðis halda vit fram. Æra verið okkara verjufólkum. Æra verið Ukraina, segði hann tá sambært The Guardian.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2022

52 Leygardagur 12. mars 2022

Til Grønlands at biðja um umbering

Á hátíðarhaldi í Nuuk 15. mars fer danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen at biðja Grønland um umbering fyri tey 22 børnini, sum vórðu send til Danmarkar í 1951

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen sigur, at hon sær fram til persónliga at kunna biðja um umbering (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í døgunum 14. til 17. mars vitjar danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen í Grønlandi.

Vitjað verður í høvuðsstaðnum Nuuk og í Ilulissat í Norðurgrønlandi. Týsdagin 15. mars verður eisini skipað fyri almennum hátíðarhaldi, har Mette Frederiksen fer at biðja Grønland um umbering fyri, at 22 grønlendsk børn vórðu send til Danmarkar í 1951. Hetta verður í grønlendska mentanarhúsinum Katuaq.

"Da der i december 2020 kom en historisk udredning af, hvordan børnene blev taget til Danmark og blev del af et eksperiment, gav statsminister Mette Frederiksen i første omgang en officiel undskyldning", skrivar danska forsætismálaráðið í tíðindaskrivi.

22 grønlendsk børn, sum vóru millum fýra og níggju ára gomul, vórðu í 1951 send til Danmarkar fyri at læra danskt. Endamálið var at skapa eina sonevnda danskttalandi elitu, sum skuldi gagna menningina í Grønlandi.

Børnini vórðu síðani send á barnaheim í Nuuk, har tey fingu bann ímóti at tosa teirra móðurmál. Upprunaliga skuldi talan vera um foreldraleys børn, men bert ein lítil minniluti av børnunum, sum at enda vórðu send til Danmarkar, vóru foreldraleys.

Umleið helmingurin av børnunum endaðu í misnýtslu og við sálarligum trupulleikum.

Danska forsætisráðkvinnan gav í desember 2020 eina skrivliga umbering, og fegnast hon nú um persónliga at kunna biðja um umbering, skrivar Ritzau.

– Søga teirra og vanlukkuligu avleiðingarnar av royndini, ey gjørdust partur av, hevur rørt meg djúpt. Tí síggi eg fram til endiliga at kunna biðja um umbering vegna Danmark, sigur hon.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2022

53 Leygardagur 12. mars 2022

Flogfar við Trump umborð mátti trygdarlenda

Annar motorurin støðgaði yvir Meksikoflógvanum

Donald Trump, avmyndaður á einum politiskum fundi í Texas í januar (Mynd: EPA)=
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eitt flogfar við fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, umborð, mátti leygarkvøldið trygdarlenda á flogvøllinum í New Orleans, tá ein motorur støðgaði yvir Meksikoflógvanum.

Tað upplýsir ein kelda við kunnleika til hendingina sambært Reuters tíðindastovuni.

Flogfarið, eitt Dassault Falcon 900, var komið umleið 120 kilometrar frá floghavnini í New Orleans, tá flogskiparin tók avgerð um at venda aftur.

Millum ferðafólkini vóru fleiri trygdarfólk hjá Secret Service og nakrir ráðgevarar og starvsfólk hjá fyrrverandi forsetanum.

Trump hevur sjálvur ikki gjørt viðmerkingar til hendingina, skrivar Ritzau.

Amerikanski flogferðslumyndugleikin, FAA, hevur ikki sagt nakað um hendingina. Tey vísa ístaðin til Secret Service, tí myndugleikin ikki úttalar seg um vardar persónar, verður sagt.

Flogfarið skuldi flúgva Donald Trump heim til Palm Beach í Florida. Fyrrverandi forsetin hevði hildi eina røðu á einum fundi fyri republikanskar stuðlar á einum hotelli í New Orleans.

Ónavngivna keldan upplýsir, at tað er ein av hesum republikansku vælgerðarmonnunum, sum eigur flogfarið. Hann hevði lænt Trump flogfarið, so hann kundi koma heim um kvøldið.

Eftir at flogfarið hevði trygdarlent, varð eitt annað flogfar í skundi skaffað, sum kundi flúgva Trump aftur til Florida.

Amerikansku miðlarnir Politico og Washington Post vóru teir fyrstu at skriva um hendingina.

Sambært Politico helt Trump eina 90 minuttir langa røðu fyri republikansku stuðlunum hetta kvøldið. Røðan verður søgd at vera ósamanhangandi.

Trump skemtaði millum annað við, at USA átti at brúkt flogfør við kinesiska flagginum á til at ‘bumba Russland aftur til steinøldina’.

Trump segði eisini, at hann ‘ógvuliga gjølla umhugsar’ møguleikan at stilla upp aftur til forsetavalið í 2024.

Donald Trump sat sum amerikanskur forseti frá 2017 til 2021.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2022

54 Leygardagur 12. mars 2022

Tónleikurin hjá Leonard Cohen seldur til bretskt felag

Rættindini til tónleikin hjá kanadiska tónleikaranum – 278 sangir – eru seld til íløgufelagið Hipgnosis fyri ein óupplýstan prís

Leonard Cohen andaðist 7. november 2016, 82 ára gamal (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Bretska íløgufelagið Hipgnosis, sum fæst við at keypa tónleikarættindi, hevur keypt rættindini til allan tónleikin hjá Leonard Cohen.

Leonard Cohen andaðist í 2016, 82 ára gamal, og sunnudagin boðaði Hipgnosis frá, at felagið hevði yvirtikið rættindini til tónleikin hjá honum – 278 sangir.

Leonard Cohen er serliga kendur fyri sangin "Hallelujah", sum sambært Hipgnosis er givin út í fleiri enn 300 coverútgávum, sum tilsamans eru stroymdar fleiri enn fimm milliardir ferðir.

Hipgnosis eigur eisini rættindini til tónleikin hjá m.ø. Neil Young og Red Hot Chili Peppers.

Hvussu nógv rættindini til tónleikin hjá Leonard Cohen hevur kostað Hipgnosis verður ikki upplýst, skrivar Ritzau.

Áður hevur Bruce Springsteen tó fingið umleið hálva milliard dollarar frá Sony fyri rættindini til hansara lívsverk, Universal Music hevur keypt rættindini til tónleikin hjá Bob Dylan fyri umleið 300 milliónir dollarar , og Sting hevur fingið umleið 250 milliónir dollarar fyri sítt lívsverk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2022

55 Leygardagur 12. mars 2022

Føroyskt stjørnuskot til svenskt meistaralið

Nú verður enn ein orsøk at fylgja við í svenskum hondbólti. Óli Mittún hevur skrivað undir fýra ára sáttmála við Sävehof har systkinabarnið Elias á Skipagøtu eisini spælir

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyskur hondbóltur er í rúkandi menning. Tað er eingin ivi um tað.

Í vikuni kunngjørdi oddaliðið í fremstu svensku hondbóltsdeildini og meistararnir frá í fjør, Sävehof, sáttmála við 16 ára gamla hoyvíkingin Óla Mittún.

Sostatt er greitt, at tað er enn ein orsøk hjá føroyingum at fylgja við í svenskum hondbólti. Frammanundan er systkinabarn Óla, Elias á Skipagøtu, ein av profilunum á svenska liðnum, og Kjartan Johansen spælir við Önnereds HK.

- Sävehof er eitt gott næsta stig fyri meg at taka. Tað er eitt stórt felag við sera góðum spælarum og venjarum, og eg vóni at menna meg har. 

- Eg havi sæð nógvar av dystunum av tí at systkinabarnið Elias spælir við á liðnum, og hann hevur eisni viðmælt mær, at koma til Partille,og hevur greitt mær frá, at felagið tkur sær væl av ungu leikarunum, sigur Óli Mittún við heimasíðuna hjá Sävehof.

Talan er um ein fýra ára langan sáttmála.

[object Object]Óli Mittún lyftir her Faxe Kondi-steypið sum H71 vann við knúsandi sigri móti Neistanum fyri lítlum mánað síðani (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2022

56 Leygardagur 12. mars 2022

H71 kært avgerðina um Europa Cup-tapið

Tað er eingin samanhangur í einum argumenti frá EHF, ið sigur, at tað er trygt at spæla í Ukraina sunnudagin 13. februar, men at mánadagin 14. februar, hevur EHF eina heilt aðra støðu og tá tekur stúranina hjá einum stórum felag í álvara, hóast politiska støðan var púra óbroytt millum 13. og 14. februar, sigur Anna Dam, forkvinna

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Evropeiska hondbóltssambandið avgjørdi fyri viku síðani, at kvinnurnar hjá H71 skulu tapa fyra EHF Europa Cup dystin ímóti HC Galychanka Lviv 10-0 og missa tvey stig. Orsøkin er, at hoyvíkingar ikki møttu upp til dystin.

Hesa avgerðina hevur H71 nú kært.

Týdningarmesti parturin av kæruni snýr seg um, at alt hetta málið má síggjast sum “force majeure”, sum í stuttum merkir “óforútsæddar umstøður, ið forða fyri, at tað ætlaða ella avtalaða kann gjøgnumførast”.

– Høvuðsorsøkin til kæruna er, at tað nú er greitt, at H71 er einasta hondbóltsfelag uttan fyri Ukraina, Russland og Hvítarussland, sum fær ta lagnu at verða tveitt út úr europeiskari kapping, uttan at sleppa at spæla útsetta dystin frá 13. februar, sigur Anna Dam, forkvinna í H71, við heimasíðuna hjá felagnum.

Hon vísir í kæruni á, at EHF hevur viðgjørt H71 grundleggjandi øðrvísi enn onnur feløg, tí dagin eftir at H71 skuldi havt spælt í Ukraina, avlýsti EHF dystin millum ukrainska HC Motor Zaporozhye og franska PSG, ið skuldi verið spældur nakrar dagar seinni, tí støðan í Ukraina var ótrygg.

– Tað er eingin samanhangur í einum argumenti frá EHF, ið sigur, at tað er trygt at spæla í Ukraina sunnudagin 13. februar, men at mánadagin 14. februar, hevur EHF eina heilt aðra støðu og tá tekur stúranina hjá einum stórum felag í álvara, hóast politiska støðan var púra óbroytt millum 13. og 14. februar, sigur Anna Dam.

– Tvørturímóti verða vit í H71 revsað fyri, at EHF ikki í tøkum tíma hevur tikið neyðugu stigini. Og sjálvt um vit eru eitt lítið felag í Norðuratlantshavi, kenna vit okkum noydd at tala at og kæra, so EHF hevur ein møguleika at rætta upp órættin, ið vit síggja sum eina misskiljing av løgfrøðiligum hugtøkum og skyldum til ikki at gera mun á.

Møguligt at spæla í Tjekkia
Sambært H71, hevur HC Galychanka Lviv undir allari tilgongdini toygt seg til, at dysturin kundi verið spældur í Tjekkia, og nú hevur H71 tikið ukrainska felagið upp á orðið og sagt seg vilja spæla dystin í Tjekkia 23. ella 24. mars, og at samlaði vinnarin so kann spæla hálvfinalu ímóti spanska Rocasa Gran Canaria 26. ella 27. mars.

– Vit eru enntá sinnað til at skipa fyri øllum í sambandi við dystin í Tjekkia, umframt at rinda allar útreiðslur í tí sambandi, sigur Anna Dam, forkvinna í H71.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2022

57 Leygardagur 12. mars 2022

Tepurt tap í seinna dystinum móti Eysturríki

Føroyar taptu dystin 26-22. Støðan í hálvleikinum var 14-10

Marianna Geirsdóttir Eystberg gjørdist føroyskur toppskjútti við 12 málum (Mynd: EHF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyska kvinnulandsliðið tapti tepurt seinna EM-undankappingardystin móti Eysturríki síðsta leygardag. Úrslitið gjørdist 26-22, eftir 14-10 í hálvleikinum.

Føroyska liðið byrjaði dystin hampuliga væl og komu okkara til fleiri góðar kjansir. Tó vóru ov nógvir málmøguleikar brendir og gjørdi tað, at tað var Eysturríki sum var frammanfyri 6-3, eftir 10 minuttir. Løtan um miðjan fyrra hálvleik var vánalig hjá Føroyum og gjørdi føroyska liðið nógvar tekniskar villur og komu afturum 11-6.

Marianna G. Eystberg, sum ikki spældi ein stóran leiklut í fyrra dystinum millum liðini, kom inn um miðjan fyrra hálvleik og kom hon væl inn í dystin. Hon skjeyt fýra mál í fyrra hálvleiki og hevði eisini fleiri fríspælingar. Hetta var til at fáa Føroyar inn aftur í dystin. Hálvleiksstøðan var 14-10, har Føroyar ikki hevði nógvar bjargingar í málinum og eisini tvey brend brotskøst

Rakul Wardum kom væl inn í seinna hálvleik í føroyska málinum og hevði fleiri góðar bjargningar í leypi av hálvleikinum. Stóri leikarin í seinna hálvleiki var eisini Marianna G. Eystberg, sum bæði vann fleiri brotskøst, sum hon sjálv skjeyt 8 mál í seinna hálvleiki.

Seinni hálvleikur gekk javnt á og var veruligur spenningur við at koma í dystin, tá 5 minuttir vóru eftir, Tá var støðan 24-21 og Føroyar hevði bóltin. Føroyar tók time-out, men spældu okkara sær av við dystin eftirfylgjandi løtuna. Tvær tekniskar villur, ein útvísing og ein brendur møguleiki og so var dysturin avgjørdur. Alt í alt spældi føroyska liðið ein fínan seinna hálvleik, sum endaði javnur og har Marianna G. Eystberg og Rakul Wardum vóru stóru leikararnir.

Seinastu EM-undankappingardystirnir hjá Føroyum í hesari kappingini verða leiktir mikudagin 20. apríl í Høllini á Hálsi móti Rumenia og úti móti Danmark í Næstveg leygardagin 23. apríl.

Eysturríki - Føroyar 26-22 (14-11)

Málskjúttar:
Marianna G. Eystberg 12
Pernille Brandenborg 3
Súna Krossteig Hansen 2
Turið Arge Samuelsen 2
Lív B. Zachariasen 1
Ingibjørg Olsen 1
Ninna Katrin Johansen 1


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2022

58 Leygardagur 12. mars 2022

Team Klaksvík skal á fyrsta sinni spæla í hálvfinalunum

Hetta er greitt, eftir at klaksvíkingar sunnudagin vunnu í Kollafirði, samstundis sum StÍF tapti fyri Neistanum. Hjá Team Klaksvík snýr tað seg tó fyrst um stríðið um triðja plássið við VÍF

Løgtimslimurin Beinir Johannesen og liðfelagaðir hansara kundu av álvara fegnast eftir 32-30 sigurin í Kollafirði (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hondbóltslagið í Klaksvík var gott hóskvøldið, tá Team Klaksvík aðru vikuna á rað vann lykladyst í topp-fýra stríðnum. Við honum varð Neistin sent úr hálvfinalustríðnum, og eftir dystirnar leygardagin er greitt, at heldur ikki StÍF hevur møguleika at fáa Team Klaksvík aftur.

Harvið er í minsta lagið eitt fjórða pláss tryggjað, og harvið hálvfinalur á skránni fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.

Talan var um ein torføran útidyst hjá Heina Hanusarson og hansara monnum, men teir vóru omaná og fingu sín fjórða sigur á rað í hús. Í fyrra hálvleiki rann útiliðið annars í løtum eftir kollfirðingum, tó at tað leikaði javnt á. Tað gjørdi tað eisini eftir steðgin, men tá Team Klaksvík skoraði fýra út av fimm málum, ið komu í einum tíðarbili á beint yvir tríggjar minuttir (frá 41.24 til 44.37 sambært dómaraseðlanum) lá tað til liðið á 4. plássi, og hóast KÍF kom niður á minus eitt tvær ferðir eftir hetta, so hildu teir á útiliðnum høvdu kalt, og fingu ein søguligan sigur í hús.

Um StÍF hevði vunnið á Neistanum, so hevði tað framvegis ikki verið avgjørt, men tað koppaði til útiliðið í ógvuliga tætta og undirhaldandi dystinum á Skála. Neistin skoraði trý útav teimum seinastu fýra málunum, og tvey tey síðstu hjá teimum blákløddu skoraði Rani Højgaard - fyrrverandi StÍF-leikarin avgjørdi dystin, tá 15 sekund vóru eftir, og harvið er greitt, at StÍF, Neistin og Kyndil skulu spæla í niðara endaspælinum skjótt.

Kyndil er aftast, og leygardagin vann VÍF greitt í klassikaranum, ið var í Vestamanna. Munuurin gjørdist, tá samanumkom, ellivu mál.

Burn-deildin
Sunnudagin 6. mars

KÍF - Team Klaksvík 30-32 (16-16)
Toppskjúttar: Vuk Stevanovic 9 mál, Sakaris Ludvík Súnason 7 mál

StÍF - Neistin 32-33 (18-17)
Toppskjúttar: Bjarni í Selvindi og Ivan Mrdalo 9 mál, Jóannes A. Prestá og Áugúst Ingi Oskarsson 7 mál,

VÍF - Kyndil 29-18 (15-9)
Toppskjúttar: Hallur Arason 9 mál, Filip Jojic 7 mál

Stríðið um hálvfinaluplássini: 
1. H71 29 stig
2. KÍF 22 stig
3. VÍF 18 stig
4. Team Klaksvík 17 stig *  
5. StÍF 11 stig 
6. Neistin 10 stig
7. Kyndil 8 stig *

*Leikt 17 dystir - hini hava leikt 16. 18 umfør eru í grundspælinum




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2022

59 Leygardagur 12. mars 2022

Nú ber til at keypa atgongumerki til HM-dystin móti Týsklandi

Føroyska manslandsliðið tekur 16. apríl móti týskarum í seinna play-off dystinum. Samanlagdi vinnarin kemur til HM-endaspælið

Føroyar spældu seg í januar víðari, tá fyrsta umfar í HM-undankappingini var. Í næsta mánaði verður aftur HM-hondbóltur í Høllini á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir at evropeiska hondbóltssamgongan valdi at útihýsa Hvítarusslandi, orsakað av at landið alment stuðlar russisku innrásini í Ukraina, er bert ein forðing eftir hjá føroyska manslandsliðnum á vegnum til HM-endaspælið.

Tað er tó vorðið sum biti, ið skal gloypast, um dreymurin um eitt endaspæl skal gerast veruleiki. Týskland hevur leingi verið millum heimsins fremstu hondbóltstjóðir á manssíðuni, og vit skulu seks ár aftur til síðsta stóra endaspælið, ið týskararnir vunnu.

Hálvt ár eftir EM-gullið vann Týskland bronsu í OL í Rio, men síðani hava týskarar ikki megnað at tryggjað sær heiðursmerki, og nógvar broytingar hava verið á liðnum seinastu árini. Týskland er tó sjálvandi stórfavorittur móti Føroyum, men málið hjá føroyska liðnum má fyrst og fremst vera at fáa eitt so mikið gott úrslit í fyrra dystinum, sum verður í Sparkassen Arena í Kiel 13. apríl, so at spenningur verður um útfallið undan heimadystinum.

Ætlanin er millum annað um at gera busstúr úr Danmark til dystin fyri føroyskar fjepparar, og so er at vóna at nógvir føroyingar vera og stuðla í Norður Týsklandi um beint yvir ein mánaða, og so sanniliga at høllin á Hálsi verður full tríggjar dagar seinni, tá týskarar vitja.

Hondbóltssamband Føroya boðaði nú frá, at atgongumerki nú eru sett til sølu til seinna HM-play-off dystin millum Føroyar og Týskland.

Dysturin verður leiktur leygardagin 16. apríl klokkan 19 í Høllini á Hálsi. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2022

60 Leygardagur 12. mars 2022

Brandur Hendriksson úti alt kappingarárið

Skal undir skurð fyri skaða í knænum

Brandur Hendrikson í dysti móti Malta (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Spælskiparin á miðvøllinum hjá fótbóltslandsliðnum, skálvíkingurin Brandur Hendrikson, verður ikki tøkur í ár.

Undir eini venjingarlegu við Helsingborg IF í Marabella fekk Brandur ein skaða, sum ger, at hann neyvan verður førur fyri at spæla aftur hetta kappingarárið.

Tað boðar felag hansara, Helsingborg IF frá sambært svenska miðlinum Fotbollskanalen.

Talan er um ein álvarsligan skaða í knænum.

- Ein kanning hevur váttað, at skaðin, sum Brandur hevur fingið í knæið er so álvarsligur, at hann má leggjast undir skurð. Tí skulu vit ikki rokna við at síggja Brand á liðnum aftur í ár, sigur læknin hjá Helsingborg IF, Harald Roos, við heimasíðuna hjá felagnum.

Brandur Hendriksson var í fjør fasstur maður á liðnum hjá Helsingborg meðan teir spældu í næstbestu deildini, og hann átti eisini sín leiklut í, at tað eydnaðist felagnum at flyta upp aftur í bestu deildina.

Mánadagin fer Håkan Ericsson, landsliðsvenjari, at taka út landsliðshópin, sum fer á venjingarlegu í Marabella seinni í mánaðinum, har millum annað tveir venjingardystir – móti Gibraltar og Liktinstein – eru á skránni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2022

61 Leygardagur 12. mars 2022

Víkingur-EB/Streymur útsettur til í kvøld

Nógvi vindurin í Sarpugerði i Norðragøtu hevði við sær, at dómarin, Dagfinn Forná. ongantíð setti dystin í gongd í gjárkvøldið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at dysturin millum Víking og EB/Streym verður spældur í kvøld, leygarkvøldið klokkan 19.

Eftir ætlan skuldu Víkingur og EB/Streymur seta hol á 2. umfar í Betri Deildini hjá monnum fríggjakvøldið.

Men nógvi vindurin í Sarpugerði i Norðragøtu hevði við sær, at dómarin, Dagfinn Forná ongantíð setti dystin í gongd.

Nú hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um, at spæla dystin í kvøld ístaðin.

2. umfar í BetriDeildini verður spælt soleiðis

Leygardag 12. mars kl. 19:
Víkingur-EB/Streymur
KÍ-B36

Sunnudag 13. mars kl. 15:
AB-07 Vestur
HB-NSÍ

Sunnudag 13. mars kl. 16:
B68-Skála


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2022

62 Leygardagur 12. mars 2022

Fótbóltur: Tey stóru fóru avstað við øllum

Liðini, sum undan kappingarbyrjan eru mett at vera í topp fimm, struku avstað við sigrum farna vikuskiftið

Uros Stojanov (Mynd: Bjarni Enghamar / B36)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tey liðini, sum undan kappingarbyrjan vóru mett at vera toppfimm lið struku øll avstað við sigri í ársins fyrsta umfari í Betri deildini.

Tríggir teir fyrstu dystirnir vóru leiktir leygardagin, og tveir dystir vórðu avgreiddir í sunnudagin.

Á Dungasandi var 07 Vestur í tveimum førum á odda móti Víkingi, men endaði við at standa eftiir við ongum, og tapti 3-2. Avgerandi málið kom 15 minuttir fyri leiklok við máli frá Gunnar Vatnhamar.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Uppflytararnir úr AB høvdu vitjan av HB á Argjum. Eitt brotspark í part í 20. og 25. minutti gjørdi, at støðan var 1-1 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki fekk Adrian Justinussen skotið at sita, og legði HB á odda við frísparki. Í tíðini, sum dómarin legði afturat økti Pætur Petersen til úrslitið 1-3.

Sí myndir frá dystinum

Hinir uppflytararnir í ár, Skála, høvdu vitjan av meistarunum í KÍ. Nógv bendir á, at klaksvíkingar halda fram við somu øði sum í fjør, og vunnu trygt 3-0.

Sí myndir frá dystinum

Málríkasti dysturin hetta umfari varð leiktur við Margáir sunnudagin. NSÍ legði seg á odda aftaná góðan hálvan minutt, men lítla løtu seinni var sjálvmál í hinum endanum. Hóast runavíkingar komu framum 1-3 tá 25 minuttir vóru leiktir góvu sundalagsmenn ikki upp.

Fyrst minkaðu teir um munin til 2-3 tá 34 minuttir vóru leiktir, og síðani til 3-3 beint fyri hálvleik. Seinni hálvleikur var heldur spakari, og avgerandi málið kom tá smáir 10 minuttir vóru eftir av dystinum.

Í Gundadali fekk málrevurin Uros Stojanov eina góða byrjan við ikki færri enn tveimum málum í fyrra hálvleiki. B68 minkað um munin í seinna hálvleiki, men teir hvítu vunnu dystin trygt 4-1. 19 ára gamli Rani í Soylu fekk sínar fyrstu minuttir, og skoraði til 4-1 í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

07 Vestur - Víkingur 2-3 (2-1)
35’ Mads Borchers 1-0
36’ Olaf Bárðarsson 1-1
45’ Janus Svabo Samuelsen 2-1
67’ Andreas Lava Olsen 2-2
76’ Gunnar Vathmahar 2-3

AB - HB 1-3 (1-1)
20' Stefan Radosavljevic 0-1 (br.)
25’ Marius Kryger Lindh 1-1 (br.)
74’ Adrian Justinussen 1-2
90+3’ Pætur Petersen 1-3

Skála - KÍ 0-3 (0-2)
5’ Páll Klettskarð 0-1
20’ Sjálvmál 0-2
86’ Páll Klettskarðð 0-3

B36 - B68 4-1 (2-0)
4’ Uros Stojanov 1-0
42’ Uros Stojanov 2-0
64’ Sebastian Lau Nielsen 2-1
78’ Andrass Johansen 3-1
90’ Rani í Soylu 4-1

EB/Streymur - NSÍ 3-4 (3-3)
1’ Jørgen Nielsen 0-1
5’ Sjálvmál 1-1
22’ Jørgen Nielsen 1-2
25’ Sølvi Sigvardsen 1-3
34’ Niels Pauli Danielsen 2-3
45’ Niklas Kruse 3-3
81’ Hans Marius Davidsen 3-4


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2022

63 Leygardagur 12. mars 2022

Nýggjur leikari til NSÍ

27 ára gamli Kristian Andersen hevur royndir úr donskum, svenskum og finskum fótbólti

(Mynd: nsi.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

NSÍ boðaði farna vikuskiftið frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 27 ára gamla danan, Kristian Andersen.

Kristian Andersen hevur seinast spælt við felag í næstbestu fótbóltsdeildini í Finnlandi. Hann spældi sum ungdómsspælari við Brøndby, og fekk eisini nakrar dystir á besta liðnum hjá danska stórfelagnum.

Síðani hevur hann spælt við HB Køge og Kolding IF í Danmark, Brage í Svørríki og seinast í Finlandi við Kokkolan PV. 

Kristian Andersen verður lýstur sum ein royndur rekniskur leikari, sum kann spæla á flest øllum offensivu plássinum.

- Vit eru fegin um at hava fingið ein royndan leikara í hópin, og fer hann heilt víst at hjálpa okkara unga hópi í ár, skrivar formaðurin í NSÍ, Dánjal Hansen á heimasíðuni.

Tá NSÍ sunnudagin vann 4-3 á útivølli móti EB/Streymi í fyrsta umfari av fótbóltskappingini, vóru tað tríggir leikarar, sum spældu sín fyrsta dyst í BetriDeildini. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2022

64 Leygardagur 12. mars 2022

Taptu 2-0 fyri Ísrael

Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Ísrael. Á Ramat Gan National Stadion í Tel Aviv vann heimaliðið 2-0

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Ísrael (Mynd: Jógvan Páll Joensen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað sá leingi rættuliga gott út hjá føroyska U17-landsliðnum við gentum, ið hósdagin spældi fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Ísrael.

Eftir fyrra hálvleik á Ramat Gan National Stadion í Tel Aviv, har pláss er fyri næstan 14.000 áskoðarum, var málleyst. Men tá tjúgu minuttir vóru eftir at spæla fekk heimaliðið hol á, og átta minuttir fyri leiklok bleiv støðan 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.

– Vit spældu ein góðan dyst, og áðrenn hinar fingu nakað mál, høvdu vit tveir rættuliga góðar møguleikar at koma á odda. Men eydnan var ikki við okkum. Gamaní hevði Ísrael bóltin meir, men veruliga vandamikið gjørdist tað sjáldan. Samanumtikið eri eg væl nøgdur við avrikið hjá okkara gentum, sum høvdu uppiborið meira, sigur venjarin, Pauli Poulsen við heimasíðuna hjá FSF.

Hini bæði londini í bólkinum eru Norðurírland og Luksemborg, og har gjørdist úrslitð 2-1 til norðurírar. Sunnudagin fara liðini á vøllin aftur, og tá møtast Norðurírland og Føroyar, og Ísrael og Luksemborg. Seinasta umfar í kappingini verður spælt mikudagin 16. mars.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2022

65 Leygardagur 12. mars 2022

KÍ og NSÍ byrja kvinnufótbóltin

Seinnapartin klokkan 17 verður kappingin hjá kvinnunum sparkað í gongd við stórsteypadystinum millum tey bæði bestu í fjør, KÍ og NSÍ, og tað er Epilepsifelagið, ið fær ágóðan hesaferð

Ársins stórsteypadystur hjá kvinnum verður leygardagin klokkan 17 á Tórsvølli millum føroyameistararnar úr KÍ og steypavinnararnar úr NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kappingarárið í fjør var tað KÍ, sum endaði ovast í landskappingini, har næstfremsta liðið, NSÍ, endaði við at vinna steypafinaluna. Tí eru tað hesi bæði, sum í ár møtast í stórsteypadystinum hjá kvinnum, ið samstundis er ein endurtøka av sama dysti í fjør.

KÍ-kvinnurnar hava einastandandi hagtøl at vísa á millum ár og dag, og úr rúgvuni kann nevnast, at føroyameistaraheitið í fjør var teirra nummar 21. Hinvegin er NSÍ spildurnýtt sum topplið í føroyskum kvinnufótbólti, har satsað hevur verið tey seinnu árini við steypasigrinum í fjør sum higartil størsta hæddarpunkti.

Nú verða tað so hesi bæði liðini, ið spæla um stórsteypið í dag klokkan 17 á Tórsvølli, og er hetta sum vanligt ein dystur, Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum skipa fyri í felag.

Ágóðin til Epilepsifelagið
Eins og gjørt hevur verið seinnu árini, verður ágóðin frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti taldur saman, so øll upphæddin frá teimum tilsamans fýra dystunum kemur ein og sama góða endamáli til góðar

Hesaferð er tað Epilepsifelag Føroya, ið fær ágóðan frá hondbóltsdystunum, sum vóru spældir í september í fjør, og so nú fótbóltsdystunum, ið verða spældir ávikavist í februar og mars. Tað er nakað, forkvinnan í Epilepsifelagnum, Randfríð Sørensen, áður hevur fegnast um:

– Hetta kemur sum vera man sera væl fyri hjá okkum, tí vit eru eitt felag uttan stórvegis inntøkur. Vit liva av okkara limagjaldi og eini lítlari pulju frá MEGD, so at onkur hugsar um okkum upp á henda mátan, eru vit sera takksom fyri, hevur hon sagt.

Ikki er óvanligt, at fólk lata ein “stóran seðil”, tá ið tey koma at hyggja at stórsteypadystunum, men eisini ber til at stuðla góða endamálinum við eini upphædd á kontonummar 9181-424.916.1 í Betri Banka.

Stórsteypadystir, kvinnur:
2019: EB/Streymur/Skála-HB 1-7
2020: eingin dystur vegna koronu
2021: KÍ-NSÍ 4-1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2022

66 Leygardagur 12. mars 2022

Ken Fagerberg og Brynjar Jacobsen Poulsen gjørt sáttmála við Royn

Sáttmálar fyri komandi kappingarár vórðu undirskrivaðir farna vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin vórðu sáttmálar undirskrivaðir millum Bóltfelagið Royn og Ken Fagerberg og Brynjar Jacobsen Poulsen fyri komandi kappingarár.

Ken og Brynjar koma at samstarva sum høvuðsungdómsvenjarar í Bóltfelagnum Royn, og koma teir eisini at samstarva sum høvuðsvenjarar hjá 3. deildarliðinum hjá Royn.

– Tað er ein fongur fyri felagið, at Ken, við sínum royndum á professionellum støði í Danmark og Føroyum, hevur valt at verða partur av menningini í ungdómsdeildini hjá Royn.

– Brynjar hevur longu gjørt eitt megnar arbeiði við ungdómsfótbóltinum í felagnum, har hann eisini er blivin heiðraður fyri sítt íkast til fótbóltin. Við sínum ungu árum, hevur Brynjar veruliga sett ferð á sína menning sum venjari, og saman við Ken, sum hevur drúgvar royndir sum leikari á professionellum støði, halda vit í nevndini, at hetta er eitt fantastiskt toymið til at leiða ungdómsfótbóltin fram á leið, skrivar nevndin í Royn í tíðindaskrivi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2022

67 Leygardagur 12. mars 2022

Martin: B36 byrjar av nýggjum

Teir tryggjaðu sær Løgmanssteypið í einari spennandi finalu, sum mátti avgerast uppá brotsspørk. Hetta var samstundis tað, ið bjargaði árinum hjá B36, sum undan kappingarárinum hevði havt nógva útskifting á liðnum

19 ára gamli Martin Agnarsson er higartil skrásettur fyri 28 dystir og trý mál í Betri Deildini (Mynd: Hans Erik Danielsen)
SkrivaÐ:

Innsent

Grein úr Fótbóltsblaðnum 2022

Aftur í ár er nógv útskifting hjá árstalsfelagnum í Havn. Nógvir leikarar eru farnir, meðan aðrir eru komnir til. Og tí er B36 aftur har, sum teir vóru tá kappingin í fjør byrjaði – eitt nýtt lið skal byggjast upp.

Ein av teimum, sum veruliga fekk sítt gjøgnumbrot á B36 liðnum í fjør, er Martin Agnarsson, ið aftur í ár er partur av hópinum.

– Tað hevur altíð verið ein dreymur hjá mær at spæla fyri besta liðið hjá B36. Eg fekk nógvar minuttir á vøllinum í fjør, og tað var stuttligt og mennandi fyri meg sum leikara, sigur Martin, sum ásannar, at stóra útskiftingin í hópinum ger, at teir nú aftur mugu byrja av nýggjum.

– Vit høvdu eitt projekt í fjør, sum vit ætlaðu at byggja á aftur í ár, men tað verður torført. Vit byrja faktiskt av nýggjum. Fleiri ungir leikarar eru komnir við í hópin, og vit hava eisini fingið annan styrk. Eg eri vísur í, at hópurin er nóg breiður til, at vit nokk skulu standa okkum væl.

[object Object]

Serligt at spæla saman við beiggjanum
Ein av teimum, sum ikki longur er partur av hópinum hjá hvítklædda liðnum í Gundadali, er beiggi Martin, Hannes Agnarsson, ið var ein av lyklaleikarunum hjá B36, og sum í fjør eisini var partur av landsliðnum. Fyri yngra beiggjan var tað serstakt, at sleppa at spæla saman við eldra beiggjanum.

– Tað var sjálvandi undarligt at spæla saman við honum, tí eg havi altíð hugt at, meðan hann hevur spælt. Men eg eri glaður fyri at eg fekk møguleikan, sigur 18 ára gamli Hannes Agnarsson, sum væl veit, at hann skal leggja afturat sínum spæli fyri at fylla skógvarnar hjá eldra beiggjanum.

– Mínar styrkir eru at dribla og eg havi góðan bóltførleika, men tað skal eg eisini gerast betri til. Tað er eisini annað í mínum spæli, sum skal gerast betri. Í fjør fekk eg bara tvey mál, hóast eg var við í nærum øllum dystunum. Í ár ætli eg mær at skora í minsta lagið fimm mál. Eg ætli mær at ‘steppa-up’, og so skal tað síðsta í mínum spæli gerast betri.

Evropa er pallurin at vísa seg fram
Í ár skal B36 aftur spæla evropeiskan fótbólt. Steypasigurin gjørdi, at teir hvítu og svørtu nú kunnu fyrireika seg til eitt summar við luttøku í UEFA Conference League. Nakað, ið Martin gleðir seg nógv til.

– Hetta verður helst tann størsta broytingin hjá mær í ár. Tað eru nógv eygu, sum fylgja við, og um man ætlar at vísa seg fram, so er hetta avgjørt pallurin at gera tað á.

At Martin Agnarsson vil vísa seg fram á einum slíkum palli er ikki uttan orsøk.

– Eg vil sleppa at liva av fótbólti. Men nú má tíðin vísa, nær tað verður, sigur fryntliga B36’arin at enda.

Fótbóltsblaðið 2022 fæst ókeypis á øllum EFFO-støðunum kring landið


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2022

68 Leygardagur 12. mars 2022

Jørgen: NSÍ skal út aftur í Evropa

18 ára gamli framherjin hjá NSÍ, Jørgen Nielsen, dylur ikki fyri, at NSÍ ætlar at vinna sær plássið í evropeiskum fótbólti aftur

(Mynd: Hans Erik Danielsen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Grein úr Fótbóltsblaðnum 2022

Tað glapp á stokkinum hjá runavíkingum farna kappingarár. Tá ið landskappingin endaði, høvdu teir koppað B36 í kappingini um fjórða plássið, og harvið varð evropeisk luttøka veruliga í eygsjón.

Men í finaluni um Løgmanssteypið nakrar vikur seinni, var tað júst B36, sum koppaði NSÍ, og tí gjørdist tað árstalsfelagið, sum fekk seinasta atgongumerki út í Evropa í ár.

Jørgen Nielsen dylur ikki fyri, at tað varð ein dyggur smeitur at missa evropeiska plássið í fjør, og tí er málsetningurin í ár eisini púra greiður.

– Tað var ein øgiliga keðiligur endi, og tað ger eisini, at man blívur meira svangur eftir at sleppa út aftur í Evropa, sigur hann.

Lokalt lið
Tað hevur verið nakað av frágongd í NSÍ undan hesum kappingarárinum. Báðir donsku leikararnir, Jacob Trenskow og Mikkel Jakobsen, eru farnir av landinum aftur, og so eru Tróndur Jensen og Jákup Jacobsen farnir heim aftur til ávikavíst HB og Skála. Ongin tilgongd hevur verið av leikarum.

– Tað er sjálvandi harmiligt at missa leikarar, men so má onkur annar bara traðka til. Tað eru nógvir, sum hava bíðað eftir møguleikanum. Eg eri sjálvur ein teirra, og eg vænti mær eisini meiri spælitíð í ár í mun til í fjør. Men so ræður eisini um at taka av møguleikanum, tá ið man fær hann, og tað ætli eg mær at gera, sigur Jørgen Nielsen.

Broytingarnar í hópinum hjá NSÍ hava við sær, at runavíkingar nú hava mest lokala liðið í deildini, men tað stúrir Jørgen Nielsen ikki fyri.

– Vit eru øgiliga lokalir í ár, men tað er eingin forðing. Vit hava nógvar góðar, lokalar leikarar. Vit skulu bara trúgva upp á egin evni, so skulu vit nokk sláa til. Tað eru nógvir ungir leikarar í hópinum, og hesir eru blivnir eitt ár eldri og hava fingið fleiri royndir, so eg dugi ikki at síggja, hví vit ikki skulu kunnu bjóða av í toppinum og vera við í kappingini um evropeiska luttøku. Tað ætla vit okkum undir øllum umstøðum, sigur Jørgen Nielsen.

Spennandi við nýggjum venjara
Undan hesum kappingarárinum hevur NSÍ tó fingið nýggjan høvuðsvenjara, og tað er ikki hvør sum helst, ið er komin til felagið við Løkin. Helst besti føroyski leikarin nakrantíð, Todi Jónsson, stendur við ábyrgdini í Runavík, og Jørgen Nielsen letur væl at nýggja venjaranum.

– Eg haldi, at hann er øgiliga spennandi. Vit hava í størst mun havt venjarar, sum sjálvir hava verið verjuleikarar, tá ið teir spældu. Nú hava vit ein gamlan áleypara, og tað merkir eitt nú, at vit venja nógv tær offensivu dygdirnar. Tað dámar mær sera væl, og so merkir man eisini, at hann hevur sera nógvar royndir frá yrkisfótbólti, sigur Jørgen Nielsen.

Droymir um yrkisleið uttanlands
Ungi NSÍ’arin var í fjør partur av føroyska U19-landsliðnum, men Jørgen Nielsen hevur eitt mál um at sleppa at royna seg á U21-landsliðnum í ár.

– Tað hevði verið øgiliga stuttligt. Í fjør slapp eg við U19-landsliðnum at royna meg móti Týsklandi, og tað var ein stór uppliving, sigur hann.

Sum so mangir aðrir ungir fótbóltsleikarar droymir Jørgen Nielsen eisini um at liva av fótbóltinum.

– Mín heilt persónligi málsetningur er at koma uttanlands og liva av fótbólti sum yrkisleikari, og so at koma á føroyska A-landsliðið. Men her og nú handlar tað fyrst og fremst um NSÍ og at fáa evropeiska plássið aftur, sigur Jørgen Nielsen at enda.

Fótbóltsblaðið 2022 fæst ókeypis á øllum EFFO-støðunum kring landið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2022

69 Leygardagur 12. mars 2022

Áki Samuelsen: HB fer eftir greipuni

Í fjør skrivaði Áki Samuelsen søgu, tá ið hann gjørdist yngsti leikarin á føroyska U21-landsliðnum nakrantíð. Í ár ætlar ungi havnarmaðurin at vinna greipuna við barndómsfelagnum, HB

Áki Samuelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Innsent

Grein úr Fótbóltsblaðnum 2022

Evnini hava altíð verið eyðsýnd, og tað hevði við sær, at tann tá bert 13 ára gamli Áki Samuelsen stutt eftir ársbyrjan í 2018 flutti til Herning við familjuni, har danska stórfelagið FC Midtjylland vildi hava hann í felagið.

Gott tvey ár seinni gekk leiðin hjá Áka heim aftur til Føroya og barndómsfelagið, HB, har hann gjørdist partur av Betri-hópinum, so skjótt sum hann var fyltur 16 ár, og tí hevði aldur til tað.

Ætlar sær aftur út um landoddarnar
Men merkir tað so, at hann ikki longur droymir um at spæla fótbólt uttanlands?

– Eg droymi avgjørt um at fara avstað aftur, men tað hevði verið gott fyrst at fingið eitt ordiliga gott ár í HB, har eg spæli nógv og skori fleiri mál. Men einaferð í framtíðini vil eg gjarna avstað aftur, men nær tað verður, tað veit eg ikki, sigur Áki Samuelsen.

Hann roynir seg tó regluliga á fótbóltsvøllum uttan fyri landoddarnar, tí hann er partur av bæði føroyska U19 og U21 landsliðunum. Sum áðurnevnt skrivaði hann í fjør søgu, tá ið hann í dysti móti Armenia á Svangaskarði gjørdist yngsti leikarin á U21-landsliðnum nakrantíð.

– Tað er øgiliga stuttligt at vera við á U21-landsliðunum og so fáa tey úrslit, sum vit hava fingið. Eg hevði ikki roknað við at sloppið við so tíðliga og als ikki at sleppa á vøllin. Tað var ein ótrúliga stór uppliving, sigur hann.

[object Object]
Áki í dysti á U21-liðnum móti Norðurmakedonia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Væntar sær størri leiklut
Serliga í seinnu hálvu av kappingarárinum í fjør fekk Áki rættiliga nógva spælitíð á besta liðnum hjá HB, og hann bæði vónar og væntar, at hann í ár fær ein enn størri leiklut á liðnum undir nýggja venjaranum, Kim Engstrøm.

– Eg eri byrjaður inni allar venjingardystirnar, og eg eri blivin eitt ár eldri. Eg føli, at eg havi fingið ein størri leiklut.

Spurdur, um nýggja venjaran, sigur Áki Samuelsen, at honum dámar hann væl.

– Hann er eitt sindur meiri róligur enn bæði Berthel (Askou, blðm.) og Kevin (Schindler, blðm.), og tað dámar mær persónliga væl. Mær dámar eisini væl, at hann leggur stóran dent á, at vit skulu hava bóltin nógv, og tá ið vit missa bóltin, skulu vit beinan vegin leggja eitt stórt trýst á mótstøðuliðið, greiðir Áki frá.

Hópurin minst líka sterkur
Tað eru nakrar broytingar í hópinum hjá HB í ár, í mun til í fjør. Millum teirra, sum ikki eru partur av reyð-svarta liðnum í ár, eru eitt nú toppskjúttin, Mikkel Dahl, landsliðsleikarin, Rene Shaki Joensen, ið er farin til KÍ, og Mikhail Przybylski, ið er fluttur til grannarnar í B36.

Hinvegin hevur liðið fingið tilgongd av landsliðsleikarunum báðum, Tróndur Jensen og Ára Mohr Jónsson, sum eru komnir aftur til barndómsfelagið, og so er danski verjuleikarin, Gustav Kjeldsen eisini komin til.

– Eg haldi ikki, at hópurin er viknaður. Hann er minst líka góður sum í fjør. Men í 2021 høvdu vit ikki tað besta kappingarárið, tí vit vunnu einki, og tað skal man í HB. So málsetningurin í ár er tann sami sum altíð. Vit skulu vinna greipuna.

– Venjarin hevði eisini eitt langt upplegg fyri okkum, og tá segði hann eisini, at tað var málsetningurin, og harumframt skulu vit eisini klára okkum væl úti í Europa, sigur Áki Samuelsen at enda.

Fótbóltsblaðið 2022 fæst ókeypis á øllum EFFO-støðunum kring landið


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2022

70 Leygardagur 12. mars 2022

Besti spælarin hvønn mánaða skal kjósast

Í ár verður farið undir at kjósa besta spælara hvønn mánaða í Betri Deildunum hjá kvinnum og monnum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vit kenna tað best úr ensku Premier League, har besti spælarin, besti ungi spælarin og besti venjarin hvønn mánað verða heiðraðir.

Og nú verður farið undir hendan leistin í Betri Deildini hjá bæði kvinnum og monnum. Hesum boðar FSF frá.

Í fyrstu atløgu verður besti spælarin hvønn mánað útnevndur. Tey, ið vinna heiðurin, fáa eitt gávukort upp á 1.500 krónur frá Effo, umframt eina glasstandmynd, við áskriftini, at viðkomandi var besti spælarin í mánaðinum í Betri Deildini.

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið hava eitt gott og breitt innlit í fremstu deildunum hjá bæði kvinnum og monnum, ið velja besta spælaran.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2022

71 Leygardagur 12. mars 2022

Bretsku myndugleikarnir fara hart eftir Abramovich og Chelsea

Sum støðan er í løtuni, kann russiski eigarin ikki selja felagið, ið ikki sleppur at gera nýggjar sáttmálar, keypa ella selja leikarar ella selja atgongumerki og fjepparalutir. Chelsra hevur tó í fyrstu syftu fingið serloyvi at yvirhøvur halda fram við sínum virksemi

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað at eigarin hjá Chelsea er russari, og hevur havt tætt tilknýti til hægstu russisku myndugleikarnir, rakar nú London-felagið.

Hósdagin varð kunngjørt, at bretska stjórnin hevur fryst ognirnar hjá Roman Abramovich og bannað honum at gera avtalur við fólk og feløg í Stórabretlandi og um ognir í Stórabretlandi.

Hetta viðførir millum annað, at 55-ára gamli russisiki ríkmaðurin kortini ikki kann selja Chelsea, ið hann annars var í gongd við orskaða av spentu støðuni - í hvussu er ikki fyribils.

Bretskir miðlar skriva, at hetta eisini gongur hart útyvir virksemi hjá felagnum, ið Abramovich hevur átt í 19 ár: 

Chelsea sleppur ikki at gera nýggjar sáttmálar við leikarar, keypa ella selja leikarar ella selja atgongumerki og fjepparalutir beinleiðis. Tað eru bert tey, ið hava "árshald" (season tickets) ið sleppa til dyst á Stamford Brige fyribils, og leikarablusir o.a. kunnu bert seljast gjøgnum ein triðja part.

Chelsea hevur í fyrstu syftu fingið serloyvi at halda fram við nøkrum virksemi yvirhøvur - sum tað at spæla dystir - men støðan er heilt serlig og spent, og eftir vikuskifti skulu nýggjar samráðingar í gongd við mynguleikarnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2022

72 Leygardagur 12. mars 2022

Russland kært avgerðina hjá Fifa og Uefa

Altjóða ítróttardómstólurin skal nú taka støðu til, um tað var rætt at útihýsa Russland úr altjóða kappingum

Valeri Karpin, venjari hjá russiska fótbóltslandsliðnum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú russiska landsliðið og russisk fótbóltsfelag eru útihýst úr altjóða kappingum, hevur russiska fótbóltssambandið kært málið til altjóða ítróttardómstólin.

Dómstólurin skrivar á heimasíðu sínari, at hann hevur fingið tvær kærur frá russiska fótbóltssambandinum.

Tann eina er rættað móti altjóða fótbóltssamgonguni, Fifa, fyri ikki at loyva russarum at spæla playoff-dystir í HM-undankappingini seinni í hesum mánaðinum.

Hin kæran er rættað móti evropeisku fótbóltssamgonguni, Uefa, sum hevur útihýst russisk feløg frá altjóða kappingum. Hendan avgerðin hevur rakt Spartak Moskva, sum í vikuni átti at spælt áttandapartsfinalu móti RB Leipzig í Europa League.

Orsøkin til, at Russland ikki sleppur at luttaka í hesum kappingum er innrásin í Ukraina.

Tað er vónin hjá russiska fótbóltssambandinum, at útihýsanin av Russlandi fyribils verður sett úr gildi, meðan dómstólurin viðger kærurnar.

Sambært Ritzau væntar altjóða ítróttardómstólurin at koma við nýggjari kunning um kærumálini ein av komandi døgunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2022

73 Leygardagur 12. mars 2022

SÍ vann á Fleyr – og tók finaluplássið frá ÍF

SÍ vann sannførandi á ÍF mánakvøldið

 
SkrivaÐ:

Innsent

Í Høllini á Hálsi mánakvøldið vann SÍ sannførandi 3-0 á Fleyr, og setti seg á seinna finaluplássið – eitt stig frammanfyri ÍF á triðja plássi.

Fitt av fólki hevði leitað sær í høllina – størri parturin sørvingar, sum eisini høvdu trummur við at stuðla sínum liði. 

SÍ legði bragdliga fyri, og vann seg upp á 8-2 í fyrsta setti og hugdi ikki aftur um bak, og settið var vunnið 25-15.

Fleyr, sum framvegis hevði ein matematiskan møguleika at vinna seg í finalurnar, tóktist kortini ikki sum eitt lið, sum trúði stórvegis upp á tað, tí SÍ hevði alt ov lætt spæl.

Gongdin var júst tann sama í øðrum setti, sum í tí fyrsta, og brátt var 12-4 og 20-13 til SÍ. Men so var tað, sum ein neisti birti undir vónina aftur á Fleyr-liðnum, og kropsmálið var heilt eitt annað at síggja til, og Fleyr bardi seg heilt upp á 23-24. Men so brast servan frá Fleyr í netið, og SÍ vann settið 25-23. 

Góða gongdin hjá Fleyr helt fram í triðja setti, og havnarliðið fylgdi við til 15-16, men so gjørdi SÍ eitt skarvslop og legði seg á odda 22-16, áðrenn settið var vunnið 25-20.

Finalur um finaluplássið
Hvør dystur hjá finalu-biðlunum, ÍF og SÍ, verður nú at meta sum ein finala fyri at koma í sjálvar FM-finalurnar.

Sum Fleyr spældi mánakvøldið, so er ilt at hugsa sær, at teir fara at taka stig frá ÍF ella SÍ, og so verða tað dystirnir ímóti Mjølni – sum verður hitt finaluliðið – sum fara at avgera, hvørt tað verður SÍ ella ÍF, sum kemur í finalurnar.

Bæði liðini hava júst tey somu liðini eftir at leika ímóti. Tey eru Ternan, Fleyr og Mjølnir.

Føroya Tele-deildin, menn:
Fleyr – SÍ 0-3 (19-25, 23-25, 20-25) 

Støðan:
Nr. Lið – Dystir / Stig

1 Mjølnir 12 / 31
2 SÍ 13 / 24
3 ÍF 13 / 23
4 Fleyr 13 / 18
5 Ternan 13 / 0 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2022

74 Leygardagur 12. mars 2022

Ungdómslandsliðini í flogbólti til Eysturríkis og Lettlands  

Mótstøðan verður hørð, nú føroysk landslið á fyrsta sinni luttaka í CEV EuroVolley undankappingum 

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

U21 landsliðið hjá kvinnum og U22 landsliðið hjá monnum fara í døgunum 19. til 21. mai til CEV EuroVolley undankappingar. Hetta verður fyrsta ferðin, at føroysk landslið í flogbólti fara at luttaka í CEV EuroVolley undankappingum, og tí er hetta nakað serligt fyri føroyskan flogbólt.

Ætlandi skuldu menninir til Bulgaria at dystast ímóti Bulgaria, Fraklandi og Ungarn, men hetta er nú broytt. Orsakað av krígnum í Ukraina eru Russland og Hvítarussland útihýst frá kappingum hjá CEV, og tí eru bólkarnir settir saman av nýggjum.  

Ungu menninir fara nú til Lettlands, og har fáa teir sera harða mótstøðu, tí mótstøðuliðini verða Lettland og Serbia.   

Ongin broyting er fyri føroysku U21-kvinnurnar. Tær fara til Eysturríkis at dystast ímóti Eysturríki, Bulgaria og Ísrael. 

Øll mótstøðuliðini eru sera sterk. Serliga Serbia og Bulgaria kunnu tó takast fram sum tvær av fremstu tjóðum í evropeiskum flogbólti fyri bæði kvinnur og menn.  

Venjaratoymini við Lars Engell og Kristian Mikkelsen fyri kvinnurnar og Jens Bang og Suna Hansen fyri menninar, arbeiða í løtuni við hópunum, sum verða úttiknir í næstum. 

Í august verða tað so føroysku A-landsliðini við kvinnum og monnum, sum skulu í eldin. 

Tíðindaskriv frá Flogbóltssambandi Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2022

75 Leygardagur 12. mars 2022

Tað skal eisini vera pláss fyri Knørrafelagnum í Evensens pakkhúsi

Okkurt bendir á, at hóast viðarbular hjá Løgmansskrivstovuni skulu inn í hølini, verður Róðrarfelagið Knørrur ikki blakað heilt úr pakkhúsinum kortini

(Mynd: Ólavur Frederiksn / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikudagin handaðu umboð frá Róðrafelagnum Knørri løgmanni undirskriftirnar frá teimum 832 fólkunum, ið saman við felagnum heita á løgmann um at vera við til at loysa málið um uppsøgnina í Evensens pakkhúsi.

Undirskriftirnar vórðu latnar løgmanni í leikluti hansara sum verji fyri føroyska ítrótt. Eivy Olsen, forkvinna, vísti á, at løgmaður bæði kann og ivaleyst eisini vil gera sítt fyri at loysa støðuna. Tað eigur at bera til, tí hóast tilfar til Stokkastovuna skal goymst í Evensens pakkhúsi, so er plássið so mikið stórt, at rúm eigur at vera fyri Róðrarfelagnum Knørri eisini.

Løgmaður tók væl ímóti undirskriftunum. Hann fegnaðist bæði sum løgmaður og gamal kapprógvari um, at Róðrarfelagið Knørrur er eitt so aktivt og eldhugað felag, og at tað við saman við øðrum stendur so sterkt um tjóðarítróttin.

Hann segði seg hava fingið at vita frá Løgmansskrivstovuni, at virksemið hjá Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi skal ikki vera ávirkað meiri enn hægst neyðugt. Og tó at ikki allir bátar felagsins fara at rúmast har, so skal pláss vera fyri báðum pørtum í Evensens pakkhúsi, segði løgmaður at enda.

Sostatt bendir tað á, at róðrarfelagið kann brúka hølini til neystið stendur klárt í Álakeri um nøkur ár.

Ólavur Frederiksen tók myndirnar

[object Object]

[object Object]
Eivy Olsen, forkvinna í Róðrarfelagnum Knørri, handaði undirskriftirnar (Mynd: Ólavur Frederiksn / Faroephoto)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2022

76 Leygardagur 12. mars 2022

Altjóða bridgefestivalur í Havn

Tórshavnar Bridgefestivalur - einasta altjóða brigkapping í Føroyum - verður hildin á triðja sinni um vikuskiftið

Hesir báðir vunnu Tórshavn Bridgefestival, sum seinast varð hildin í 2020. Nils Kvagraven úr Noregi og Bogi Simonsen úr Føroyum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hetta vikuskiftið verður Tórshavnar Bridgefestival aftur hildin í Havn.

Meira enn 80 útlendskir bridgespælarar hava boðað frá, at tey koma at spæla í einastu altjóða bridgekappingini, sum er í Føroyum.

Hetta er triðju ferð at skipað verður fyri hesi kappingini. Fyrsta árið var í 2019, og var undirtøkan sera góð. Føroya Bridgesamband skipar fyri kappingini.

- Fyrsta kappingin hepnaðist so væl, at vit sóu møguleikan at skipa fyri kappingini á hvørjum ári. Áhugin at vera við er størstur millum íslendingar og annars aðrar spælarar úr Norðurlondum, sigur Jákup Sørensen, sum skipar fyri Tórshavnar Bridgefestivali.

Sjálv kappingin er vanlig bridgekapping, har næstan 70 pør spæla móti hvørjum øðrum – í alt vera spæld 85 spøl fríggjakvøldið og leygardagin. Kappingin var avlýst í fjør, tí korona órógvaði flestu bridgekappingarnar. Men nú hava nógvir spælarar valt at nýta hetta høvið aftur at sleppa uttanlands at spæla bridge.

Umframt sjálva kappingin verður skipað fyri útferðum, sum spælararnir eisini hava tikið væl undir við.

Kappingin í ár er í Dansifrøi í Gundadali í Havn, og áskoðarar er vælkomnir at fylgja við. Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti kappingina í gjár. Spælt var í gjár og hildið verður fram í dag

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2022

77 Leygardagur 12. mars 2022

Bridge: Liðið hjá Arna Mikkelsen er steypavinnari

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini vórðu leiktar í Norðurlandahúsinum síðsta leygardag

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini í bridge vóru leiktar í Norðurlandahúsinum leygardagin 5. mars. Tey fýra liðini, ið høvdu spælt seg í hálvfinalurnar, vóru hesi:

  • Dia Jacobsen (Bogi Simonsen, Dia Jacobsen, Arnbjørn Sivertsen, Jákup Hjaltalin)
  • Danny Danielsen (Dánjal P. Mohr, Árni M. Dam, Rúni Mouritsen, Danny Danielsen)
  • Arne Mikkelsen (Símun Lassaberg, Pól Egholm, Egil Sondum, Arne Mikkelsen)
  • Jassarnir (Øssur Winthereig, Leivur Mohr, Heini Joensen, Viggo Johannesen)

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at í aðrari hálvfinaluni møttust liðini hjá Dia Jacobsen og Jassunum, meðan liðini hjá Arna Mikkelsen og Danny Danielsen hittust í hinari hálvfinaluni.

Tá farið var til hálvleiks í hálvfinalunum, hevði liðið hjá Dia Jacobsen vunnið sær eina lutfallsliga tryggja leiðslu móti Jassunum, meðan tað stóð á jøvnum millum liðini hjá Arna Mikkelsen og Danny Danielsen.

Í seinna hálvleiki var tískil mesti spenningurin í dystinum millum liðini hjá Arna Mikkelsen og Danny Danielsen. Sum hálvleikurin leið leikaði støðugt javnt á, og avgerðin fall ikki fyrr enn í seinastu spølunum, tá ið tað eydnaðist liðnum hjá Arna Mikkelsen at ota seg framum. Samanuntikið var talan um eina sera tætta og vælspælda hálvfinalu, har marginalarnir vóru avgerðandi.

Eftir loknar hálvfinalur varð klárt at fara undir sjálva steypafinaluna. Í finaluni hittust liðini hjá Dia Jacobsen og Arna Mikkelsen. Í finaluni megnaði liðið hjá Arna Mikkelsen skjótt at vinna sær eina trygga leiðslu, og tá farið var til hálvleiks var leiðslan 39 imp. Í seinna hálvleiki varð økt um leiðsluna, og vann liðið hjá Arna Mikkelsen sostatt ein tryggan finalusigur.

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini vóru leiktar í sera góðum umstøðum í “Norðurstovu” í Norðurlandahúsinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2022

78 Leygardagur 12. mars 2022

Steypakappingarnar í amboðsfimleiki um vikuskiftið

61 børn og ung eru meldaði til steypakappingarnar sum verða í Bylgjuni í Runavík

(Mynd: Fimleikasamband Føroya)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Steypakappingarnar í amboðsfimleiki vera í Bylgjuni í Runavík hetta vikuskiftið. 

Kappast verður bæði í dag og í morgin. 61 børn og ung eru meldaði til steypakappingarnar, 32 dreingir/menn og 29 gentur/kvinnur. Hesi eru frá Havnar Fimleikafelag, Støkk, Ljósinum og Flog.

[object Object](Mynd: Fimleikasamband Føroya)

Skráin leygardagin:
Kl. 10 byrjar kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn. Hesi kappast í øllum amboðum.

Kl. 13.30 byrjar kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir. Amboðini, sum yngru liðini kappast í leygardagin á kvinnusíðuni eru lop og forskotin barr, og á mannfólkasíðini gólv, ringar og beinsveiggj.

Skráin sunnudagin:
Kl. 13.30 byrjar kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir. Amboðini sum kappast vera í sunnudagin eru á kvinnusíðuni biti og gólv, og á mannfólkasíðuni lop, paralell barr og reck.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2022

79 Leygardagur 12. mars 2022

Úrslit frá seinnu steypakapping í estetiskum fimleiki

Kappingin var í Bylgjuni í Runavík leygardagin

(Mynd: Jón K. Joensen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin var seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík.

13 lið luttóku í kappingini. Tey umboðaðu Fimleikafelagið Støkk, Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelgið Ljósið, og Klaksvíkar Fimleikafelag. Eisini luttók eitt felagslið hjá Fimleikasambandinum.

Úrslitini frá kappingini gjørdust hesi:

Pinkur
Nr. 1 gjørdist Nora hjá Havnar Fimleikafelag við 13,78. Samanlagt fingu tær 24,85.

Nr. 2 gjørdist Nava hjá Støkk við 13,53. Tær gjørdust eisini steypavinnarar við samanlagt 25,32.

Nr. 3 gjørdist Aura hjá Klaksvíkar Fimleikafelag við 11,47. Samanlagt fingu tær 19,69.

[object Object]
Nora vann 1. plássið (Mynd: Jón K. Joensen)

Smágentur
Nr. 1 gjørdist Ara hjá Ljósinum við 15,55. Tær gjørdust eisini steypavinnarar við samanlagt 29,90.

Nr. 2 gjørdist Norma hjá Ljósinum við 15,05. Samanlagt fingu tær 29,85.

Nr. 3 gjørdis Nita hjá Havnar Fimleikafelag við 14,60. Samanlagt fingu tær 27,75.

[object Object]
Ara vann 1. plássið (Mynd: Jón K. Joensen)

Gentur
Nr. 1 gjørdist Mira hjá Havnar Fimleikafelag við 16,78. Tær gjørdust eisini steypavinnarar við samanlagt 32,93.

Nr. 2 gjørdis Svalan hjá Støkk við 16,53. Samanlagt fingu tær 32,36.

[object Object]
Mira hjá Havnar Fimleikafelag gjørdust nr. 1 (Mynd: Jón K. Joensen)

Unglingar
Nr. 1 gjørdist Rósan hjá Støkk við 15,47. Tær gjørdust eisini steypavinnarar við samanlagt 31,54.

Nr. 2 gjørdist Bjalla hjá Havnar Fimleikafelag við 15,05. Samanlagt fingu tær 30,93.

[object Object]Rósan hjá Støkk gjørdist nr. 1 (Mynd: Jón K. Joensen)

Kvinnur
Nr. 1 gjørdist felagsliðið Hera við 15,22. Tær gjørdust eisini steypavinnarar við samanlagt 31,05.

[object Object]
Felagsliðið Hera (Mynd: Jón K. Joensen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2022

80 Leygardagur 12. mars 2022

Betri Vetrarkappingin verður í Vági sunnudagin

Teinurin er góðar 10 kilometrar. Børnini byrja klokkan 14 og tey vaksnu hálvan tíma seinni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Frælsur Ítróttur í Føroyum, FÍF, skipar saman við Hvistuni í Suðuroynni fyri 7. Betri vetrarkappingini um vikuskifti

Kappingin í ár er sunnudagin 13. mars. Runnið verður í Vági, har teinurin er góðar 10 kilometrar. Eins og til undanfarnu vetrarkappingarnar er eisini styttri teinur til børnini.

Tað hevur verið sindur ymiskt hvør leiðin og longdin á teininum hevur verið, tá ið runnið er í Vági. Í ár eins og fyri tveimum árum síðani er teinurin av Eiðinum, út á Nes millum Vág og Porkeri, og so vestur aftur á Vágseiði, tó eftir vegnum ovarlaga millum Nes og Vág, áðrenn leiðin aftur liggur oman í bygdina og beint vestur til Vágshøll.

[object Object]

Kappingin byrjar klokkan 14 fyri børn og klokkan 14.30 fyri vaksin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2022

81 Leygardagur 12. mars 2022

Ove Olsen: Leiðari og vinur

Minningarorð um Ova Olsen, sum andaðist 25 apríl í 2021

Mynd: Finnur Justinussen (Dimmalætting, mars 2018)
SkrivaÐ:

Minningarorð / Havnar Hornorkestur

Tað vóru sorgarboð hjá okkum øllum, tá vit 25. apríl í fjør frættu at vinur og tónleikaligi leiðari okkara, Ove Olsen, var farin um sýn. Hóast hann hevði vánaliga heilsu leingi, kendist tað tómligt í orkestrinum, sum hann stjórnaði í 44 ár og var partur av í meira enn 56 ár. Føroyski tónleikaheimurin misti hendan dagin ein av sínum oddamonnum, sum ikki bara stjórnaði Havnar Hornorkestri, men eisini ferðaðist kring landi at hjálpa fleiri hornorkestrum tá á stóð. 

Hjá okkum í orkestrinum hevur deyði hansara skapt eitt tómrúm, hóast Ove ikki hevði stjórnað orkestrinum í nøkur ár. Hann var leiðari í orkestrinum, men ikki minst vinur hjá hvørjum einstøkum leikara. Hann hevði evnini at savna, stuðla og leiða fleiri leikarar uttan at gera nógv burturúr sær sjálvum. Øll í orkestrinum kendu seg væl saman við honum, tí hann hevði evni at stjórna bæði úrmælingum og leikfólkum eins og ungum og gomlum, øllum í senn. 

Ove Olsen varð føddur í 1952 í Fuglafirði, men familjan flutti til Havnar, tá Ove var um 7 ára aldur. Foreldrini vóru Ólavur Olsen (f. 1923 - d. 2008) úr Fuglafirði og Oda Gaard Olsen (f. Gaard Hansen. f. 1924 - d. 2019) úr Havn. Ove Olsen varð giftur Elsebeth Sørensen úr Klaksík. Saman høvdu tey børnini Lindu, Ólav og Líggjas. 

Ove var miðlingur. Bæði eldri beiggin, Heri Olsen, og hin yngri, Kári Olsen, hava eisini verið trúgvir spælarar í Havnar Hornorkestri. Og tað var júst við beiggjanum, Hera, at Ove í 1962 sum 9 ára gamal byrjaði at spæla baryton hjá Robert (Bob) Oughton, sum stóð á odda fyri Havnar Hornorkestri tá. Ein av leikarunum í orkestrinum hevði ringt til foreldrini hjá Ova og Hera at vita, um teir ikki høvdu hug at spæla við. Abbi teirra, Óla Jákup í Horni, hevði verið ímillum fyrstu leikarar í orkestrinum og stjórnaði sjálvur tá orkestrið varð stovnað í 1903. Tað var helst tí at hornorkestur hevði djúpar røtur í familjuni, at dyrgt var eftir Ova og beiggjanum at fáa teir í orkestrið. Og tað er gott at teir játtaðu. Seinni hava synir hjá øllum trimum brøðrunum spælt í orkestrinum og nomið sær útbúgving innan horntónleik. “Olsen bandin”, sum tað onkuntíð verður sagt í skemti, er fyri mong í Havnini at kalla samheiti við Havnar Hornorkestur. 

At evnini hjá Ova vóru góð, var beinavegin klárt. Ove var framúr leikari á Baryton og seinni Euphonium, men fór longu at stjórna tá hann var 22 ára gamal, eftir at Ludvig Breckmann, sum hevði staðið á odda fyri orkestrinum doyði í 1974. Eftir at orkestrið í nøkur ár hevði fingið ymsar bretskar úrmælingar til Føroya at stjórna í eina tíð, varð avgerð tikin um, at Ove skuldi taka yvir sum leiðari í orkestrinum fast. Í teimum 44 árunum, sum hann stóð á odda, fostraði orkestrið fleiri úrmælingar, vann evropameistarakapping fyri hornorkestur, og støðið var sum heild lyft nógv. Men sum Ove greiddi frá í samrøðu við Dimmalætting, tá orkestrið helt heiðurskonsert fyri honum í 2018 og Ove varð “Dirigentus Emeritus” í orkestrinum, gjørdi hann bara tað, sum honum dámdi. Hann kravdi ongan heiður fyri arbeiðið, hóast hann væl og virðiliga hevði uppiborðið hann. Altíð var hann lítilátin, gjørdi lítið burturúr sær sjálvum og legði stóran dent á heildina. Øll skuldu kunna verða við. 

Í somu samrøðu greiddi hann eisini frá tí serliga, at orkestrið hevði so gott samanhald, hóast tað spenti vítt í aldri. “Tað, sum er serligt í Havnar Hornorkestri, er júst, at aldursmunurin á yngsta og elsta spælaranum er so stórur, men at trivnaðurin er so góður sum hann er”, greiddi hann frá. Vit í orkestrinum vistu, at hann sjálvur átti sín stóra lut í hesum samanhaldi. Hann tosaði altíð við øll í eygnahædd og dugdi væl at finna røttu javnvágina ímillum gaman og álvara. Og ofta tók hann til bretska orðafelli: “Once a bandsman, always a bandsman.” Hann lat okkum vita, at nú vit vóru í orkestrinum, vórðu vit partur av einari óbrótiligari pakt: vit fóru altíð at vera partur av hesum samanhaldi. Vit fóru altíð at vera orkesturfólk, um enn vit góvust at spæla.

Hóast Ove ikki hevði nakra formliga útbúgving innan tónleik, var hansara styrki, at hann visti alt um tónleik. Hann lurtaði eftir øllum tónleiki, las nógv um evnið, ikki minst tá hann arbeiddi í Útvarpinum, har hann eisini hevði ábyrgdina av tónleikinum í eitt tíðarskeið. Onkur av teimum útbúgvnu tónleikarunum við tilknýti til orkestrið hevur sagt, at júst djúpa vitanin hjá Ova um tónleik gjørdi tey ovfarin. Talan var um vitan sum lívsverk: Vitan sum ein bara far við at dyrka eitt evni alt lívið. Og so hjálpti tað at hann hevði ótrúligt minni. 

Við hesum orðum vilja vit í Havnar Hornorkestri lýsa minnið um Ova Olsen, leiðara og vin. Ongin var sum tú. Men hóast tómrúmið eftir tær er stórt, livir tú víðari í hvørjum einstøkum leikara, sum var so heldigur at spæla undir tíni leiðslu. Og hvørja ferð orkestrið ljómar, eigur tú lut í tónunum. Tí hóast tú ert farin, liggur øll vitanin, sum tú gav víðari, eftir í okkum. 

Fá menniskju hava savnað so nógv ymisk um tónleikin sum tú, Ove. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2022

82 Leygardagur 12. mars 2022

Jóhan Simonsen 30.05.1942 – 18.02.2022

-

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Símun Mittún

Fríggjadagin 18. februar fingu vit boðini, at okkara Jóhan var farin, men ikki kom tað óvæntað, sjúka hevði merkt hann í fleiri ár, men fyri okkum sum stóðu honum nær, er tað altíð tungt tá lívsneistin slóknar.

Jóhan var sonur Karolinu Simonsen (13.01.1906-11.02.2003 f. Petersen) og Esbern Simonsen (02.11.1902- 13.11.1990) á Høgabóli i Saltangará.

Karolina var ættað úr Mittúni á Selatrað, dóttir Magdalenu og Óla Petersen í Mittúni, bónda og handilsmann og Esbern var sonur Johannu og Símun Simonsen á Høgabóli, handilsmann og reiðara.

Upprunaliga vóru tey 8 syskin og nú eru Marjun, Óli, Hálvdan og Annelisa eftir.

Jóhan vaks upp í tá lítlu bygdini, Saltangará ella Heiðarnar, sum vit eisini nevndu hana, nógv kenna ikki nøvnini í dag, og nógv kalla alt frá Lambareiði og út til Toftavatn fyri Runavík.

Skúlagongdin hjá Jóhan var á Glyvrum hjá frú og harra Bjarnadal í sjey ár, sum var vanligt á bygd tá í tíðini.

Aftaná tey sjey árini, var vanligt hjá dreingjum, at fara til skips, men tað haldi eg ikki var hansara áhugi, nei hansara áhugi var meira at læra okkurt annað, og eftir at hava fingist við ymiskt arbeiði, fór hann seinast í fimtiárinum á Rønde Højskole og seinri á Rønde Kursus, har hann tók præliminæreksamen, aftur komin, fyrst í sekstiárinum, fór hann í bankalæru í Føroya Banka.

Í Føroya Banka var hann heilt fram til 1992 og tey seinastu 6 árini var hann ein av stjórunum í bankanum.

Í 1992 gavst hann í bankanum og bleiv vinnurekandi, keypti Sveisihandilin nú Føniks, sum hann rak við hepnari hond til hann læt seg pensjonera og gav leiðsluna yvir til sonin Bárð.

Sjálvandi var Jóhan glaður fyri heimbygdina Heiðarnar, men heimbygdin hjá mammuni, Selatraður, var honum eisini sera kær, har kom hann ofta og treivst væl hjá abbanum og mostrini Nannu og hjá okkum systkinabørunum í Mittúni.

Við hvørt varð hann so leingi á Selatrað, at hann gekk í skúla har, og tá undirritaði og hann vóru javnaldrar, komu vit at hava nógv saman í uppvøkstrinum og vóru bestu vinir allar dagar. Vit høvdu ofta á orðið, at vit vóru dóptir í sama vatni í Kirkjuni á Selatrað 19. juli 1942 og fermdir saman í Nesi Kirkju 30. september 1956 og hartil vóru vit dupult systkinabørn, ikki undarligt at vit mettu okkum næstan sum brøður.

Tá Jóhan kom aftur úr Danmark fyrst í sekstiárinum og kom í banklæru í Havn, var ikki leingi til hann fann sær gentu, tað var Sigrun fødd Johansen, tey giftust og hava livað eitt langt lív saman og eiga tey trý børn Karin, Bárður og Eyðun.

Henda síðsta tíðin hjá Jóhan hevur verið stríggin og ikki minst hjá tær Sigrun, men tú tókst tað, í tolni som tað kom seg og var um hann hvønn dag úti á Tjarnargarði.

Sum fyrr nevnt varð lívsleiðin hjá Jóhan bankaverðin og sjálvstøðugt rekandi handilsmaður, men hann var eisini mentamaður.

Tað gamla, at fara á flot og út at fá sær at kóka, lá honum altíð á sinni og hevði hann bát meginpartin av lívinum. Ikki var hann heilt sørur sum miðamaður, tað hevði hann eftir verpápanum Talis, sum hann málbar seg, Talis var jú tiltikin miðamaður.

Eisini var Jóhan limur í Lions felaskapinum í nógv ár.

Eitt annað hann hevði stóran áhuga fyri, var tí gomlu føroysku kvæðamentanini og var hann við at stovna Eysturoyar Dansifelag, eitt felag sum stendur í fullum blóma enn.

At fara í kirkju hvønn sunnumorgun, var heilt natúrligt hjá honum og eftir at tey fluttu úr Fuglafirði, bleiv Dómkirkjan hansara andaliga heim, har hann eisini bleiv deknur. Eitt starv hann røkti í yvir 20 ár og við stórari eyðmýkt.

Góða Sigrun, børn og abbabørn, Hann sum øllum valdar troysti tykkum í sakninum av einum góðum manni, pápa og abba.

Takk fyri tíðina góði Jóhan og góða ferð í annað heim, síggjast.

Símun


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2022

83
Leygardagur 12. mars 2022

Tórshavnar býráð má velja framtíðina

Henda greinin stóð á lesarin.fo mikudagin

 
SkrivaÐ:

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag hevur frætt, at Tórshavnar kommuna hevur fingið tvey tilmæli frá umsitingini, annað hvørt at keypa 16 dieselbusser ella at keypa 15 dieselbussar og tveir elbussar. FNU mælir frá at velja svørtu loysnirnar, ið hoyra fortíðini til, og vísir á aðrar grønari møguleikar

FNU hevur fyrr í ár verið frammi um, at løtan, at skifta frá dálkandi diesel- til reinari elbussar, er júst tann rætta. Ger býráðið álvara av hesum, vísir býurin framskygni og vilja at gera sítt til tess at fylgja politikkinum, sum landið hevur bundið seg til at fylgja í royndini at steðga veðurlagsbroytingunum; millum annað Parísavtaluni og Grønu Leiðini, sum eisini býráðið hevur samtykt og bundið seg.

Tá fara vit frá føgrum orðum til eitt veruligt grønt orkuskifti.

Oljuprísir á himmalsferð

Sum vit hava greitt frá frammaundan, verður tað ein vinningur at kunna brúka grøna orku, umframt at ein umlegging til elbussar fer at minka um CO2-útlátið - og harvið minka um veðurlagsbroytingar.

Við teimum skýhøgu og hækkandi oljuprísum, vit uppliva fyri tíðina, fer tað harafturat at loysa seg enn betri at nýta el. Í fleiri londum verður longu víst á, at aktuella støðan vísir okkum, hvussu átrokandi tað grøna orkuskiftið er.

Við vindmyllunum, sum koma upp í næstum, verður nógv yvirskotsorka, sum m.a. kann verða lagrað í bussunum – eins og hetta er ein møguleiki í øllum elbilum.

Hetta er enn ein grundgeving fyri at velja elbussar fram um gomlu svørtu loysnirnar. Tíðin talar við øðrum orðum greitt fyri at velja tær grønu loysnirnar.

Ein triðja lagalig loysn

Fyrisitingin í Tórshavnar kommunu er sum skilst komin við tveimum tilmælum, sum eru lítið framskygd. Loysnum, sum peika meira aftureftir enn frameftir.

Í FNU eru vit tó sannførd um, at politikararnir í kommununi fara at hugsa eg væl um, og fara ikki bara rennandi á leistum eftir løttum loysnum, sum hoyra fortíðini til og sum ikki gagna umhvørvinum.

Heldur enn at keypa eitt størri tal av nýggjum dálkandi dieselbussum, soleiðis sum umsitingin eftir øllum at døma vil, vilja vit í staðin skjóta upp, at kommunan útvegar sær 2-4 elbussar nú beinanvegin og síðani letur verandi bussar halda fram at koyra eina tíð afturat. Síðani kundu 2-4 elbussar afturat verðið keyptir næsta ár, o.s.fr. Líka til allir dieselbussarnir í býnum eru skiftir út um nøkur fá ár.

Á hendan hátt hevði borið til at fingið eitt lagaligt skifti frá diesel- til elbussar, og sum heldur ikki hevði kostað kommununi so nógv í einum. Tað peikar meira frameftir.

Latið ikki møguleikan gleppa

FNU vil staðiliga heita á Tórshavnar Kommunu um at skipa so fyri, at elbussar verða keyptir, soleiðis at bussleiðin verður grøn. Tað er er sera umráðandi, at býráðið sendir borgarunum eitt greitt signal um, at høvuðsstaðurin veruliga gongur á odda í stríðnum fyri at minka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum.

Um ein almennur myndugleiki, sum Tórshavnar býráð, høvuðsstaðarkommunan, ikki kann ganga ta grønu leiðina, hvussu kunnu vit tá vænta, at privatar fyritøkur og vanligir borgarar fara at gera tað?

Tað kann ongantíð verða rætt, at orkuskiftið skal liggja á einstaklingum og á familjum. Tað almenna má sjálvsagt ganga á odda.

Álvarin av veðurlagsbroytingunum kann als ikki yvirmetast, og heitt verður á býráðspolitikarar um at lurta eftir Breddanum í KvF, har greitt verður frá álvarsligu støðuni viðvíkjandi veðurlagsbroytingum.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
9. mars 2022

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2022

84
Leygardagur 12. mars 2022

Betri umstøður til villlaksa- og sílaveiðu í Føroyum

Henda greinin stóð í lesarin.fo mánadagin

 
SkrivaÐ:

Edmund Joensen

Føroysku sílini hava tað ikki gott longur - og heldur ikki villlaksurin.

Orsøkirnar eru helst fleiri, men her eru tvinnar:

1. Áir og løkir verða í størri og størri mun tiknir frá sílunum.

2. Alilaksurin hevur partvís trokað villlaksin av, og harafturat hevur lús og onnur umhvørvisávirkan órógvað livikorini hjá villaksinum.

Samfelagið Føroyar skal røkjast og útbyggjast, og SEV skal savna vatn til vaksandi orkutørvin hjá samfelagnum, ið eisini skal nøktast. Hesum skal vera pláss fyri, eingin ivi um tað.

Men útbyggingin av samfelagnum, ið fevnir um húsabygging o.a., førir við sær, at áir og løkir verða umlagdar, lagdar í rør o.s.fr.. Og eisini er dálking av hesi útbygging. Tilsamans ger hetta umstøðurnar hjá smásílum og villlaksinum verri og verri.

Alivinnan stendur fyri umleið helvtini av føroyska útflutninginum, so umstøðurnar hjá henni skulu sjálvsagt eisini vera so góðar sum gjørligt at virka í Føroyum – men vit mugu ikki gloyma sílini og villlaksin í hesi tilgongdini.

Fyri nógv fólk, bæði úr Føroyum og uttan úr heimi, telist síla- og laksaveiða sum toppurin av upplivingum.

Vit føroyingar kenna flest allir barnasøgur um at fiska síl í á og ósa. Sangir og yrkingar eru skrivaðar um henda gandakenda fiskin, og í øldir hevur barnadreymurin hjá føroyskum børnum verið at fáa tað heilt stóra sílið.

Villlaksurin, fiskaður í vøtnum og á sjónum, kann meira kallast ein vaksnamannadreymur ella ein frítíðaruppliving av teimum heilt stóru. Hevur man fyrst roynt henda fiskihátt, fylgir upplivingin einum fyri lívið. Hesin fiskiskapur er óbetalilig uppliving hjá nógvum í stressaða samfelagnum nú á døgum.

Men um hesin fiskiskapur ikki skal fara niður fyri, er neyðugt at bøta um viðurskiftini hjá føroysku sílunum og villlaksinum. Vit mugu hjálpa náttúruni, men spurningurin er, hvussu vit gera tað best.

Hyljar til sílini
Við røttu amboðunum ber væl til at gera hyljar í løkjum og áum til sílini, soleiðis at tey hava hyljar at krógva seg í, sjálvt tá ið turkur er.

SEV tekur vatnið úr hæddini til orkuframleiðsluna, so í flestu førum er so mikið av vatni eftir til sílini, um bara nóg stórir hyljar eru í løkjunum ella áunum. Áir og løkir broytast á hvørjum ári - sandast til, sum vit kalla tað – men nógva staðni ber til at gera nýggjar hyljar og smærri tjarnir til sílini at nørast í við miðvísum arbeiði. Hetta átti at verið førdur politikkur og ein sjálvfylgja eftir míni meting.

Tann gloymdi villlaksurin
Ævintýrið við alivinnuni hevur í stóran mun virkað fyri, at villlaksurin er vorðin gloymdur. Hetta er sera harmiligt. Men hjá villlaksinum er annað galdandi, støðan er ein onnur.

Her tosa vit um tey støðini, har laksurin kemur upp í áir og vøtn á gítingarferð. Hesi støð eru til dømis Leynar á og Leynavatn umframt Mjávuvøtn, bæði ovara og niðara. Sama er galdandi í Saksun, har tað eru Pollurin, áin niðan til vatnið, Saksunarvatn og áin niðan í dalin, sum eru grundarlagið fyri villaksinum.

Laksurin sum jú er stórur fiskur, tá ið hann kemur aftur uttan av havi, krevur rímiliga nógv vatn í ánni fyri at kunna ferðast niðan í vøtnini. Og júst sum við sílunum hevur villlaksurin eisini tørv á mannahjálp.

Betri umstøður til Føroya Sílaveiðufelag
Í nógv harrans ár hevur Sílaveiðufelagið eftir førimuni klakt bæði síl og laks at seta út, hetta frá egnari kleking og smoltaling. Tí haldi eg, at heimildir eiga at verða útvegaðar Sílaveiðufelaginum, soleiðis at felagið hevur heimildirnar at halda skil á í ósum, áum og í vøtnum. Sjálvsagt má alingin uppstigast, soleiðis at krøvini frá heilsumyndugleikunum eru á sama støði sum tey hjá alivinnuni annars. Til dømis viðvíkjandi koppseting, kynbótaarbeiði og merking.

Hetta eigur at verða raðfest so høgt, at tað almenna eigur at lata Føroya Sílaveiðufelag partar av Støðini við Áirnar til sítt arbeiði. Umframt játtan á fíggjarlógini eiga reglur eisini at verða gjørdar, soleiðis at øll viðurskifti hjá felagnum eru skipaði við rættindum og skyldum.

Havstovan eigur at taka uppaftur royndarfiskiskap og merking av laksi á víðum havi, serliga norðanfyri Føroyar, umframt eisini at gera fiskiroyndir rundan um Føroyar á innaru leiðunum. Hetta fyri at vita um laksur er á innaru leiðunum, bæði ali- og villlaksur. Hesar royndir hava eisini til endamáls at kanna hvat tað er fyri laksur, villlur ellla alilaksur, umframt hvussu støðan er við laksalús nú sammett við tað, sum vit kenna frá fyrru royndunum.

Seinni, tá alt hetta er sett í gongd, kunnu vit taka støðu til, í hvussu stóran mun vit vilja hava ferðavinnuna upp í leikin, við lønandi laksatrollingvinnuni fyri eygað.

Eitt er vist: fólk í samfelagnum kann ikki verða hesa uppliving fyri uttan - hon sum lekir sál og likam, og gagnar livandi náttúruna so almikið.

Edmund Joensen,
fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2022

85
Leygardagur 12. mars 2022

Laksurin á reyðlista

Henda greinin stóð á lesarin.fo mánadagin

 
SkrivaÐ:

Kári Thomsen

Tað er alla æru vert at Edmund Joensen umrøður vánaligu umstøðurnar hjá okkara laksi og sjósílum. Men men....veit Edmund ikki at villi Atlantslaksurin er komin á reyðlistan í Noreg fyri oyðingarhótt djórasløg? Norska Vitenskapeligt Råd hevur grundað á kanningar farnu 40 árini rokna seg fram til at villaksastovnurin er farin niður í eina helvt av hvat hann eigur at vera. Vegleiðingar og reglur fyri hvussi roknað verður fram til um eitt djóraslag er hótt eru sambært IUCN, og vísa at støðan aldrin hevur verið so vánalig fyri villa laksin sum vit síggja í dag.

Orsøkina til hóttanina á villa laksin og ikki minni sjósílið er at finna í alivinnuni, ið er megin orsøk til at ikki bara villi laksurin hevur tað vánaligt, men at alt lívfrøðiliga margfeldndi í sjónum er í friðum falli.

Tað er og verður nokk hopisleyst at koma aftur á rættkjøl við tí alivinnu-politikki sum just Sambandsflokkurin stendur fyri, og sum andstøðan enntá eisini tekur undir við.

Veit Edmund Joensen at fleiri lond hava sett forboð móti alivinnu? Argentina hevur avgjørt at eingin aling skal fara fram í opnum nótum fram við strendur teirra. Canada hevur givið harraboð og avgjørt at øll norsk alivinna skal verða burtur úr British Columbia í ár. Á eysturstrond Canada er støðan just líka so hættislig sum á vesturstrond har øll lívfrøðin er álvarsamt hótt frá grovari dálking og niðurlaging av villa laksastovninum...ið ikki bara hevur álvarsamar avleiðingar fyri tess íbúgvar, men sera álvarsamt árin á villini djór sum heild.

Veit Edmund Joensen t.d. at fellið hjá Scottish Salmon Company - Bakkafrost - er oman fyri 80%...at 4 av 5 alilaksum enda sum skæpa og burturkast? Veit Edmund t.d. at 40 til 60 tons av ovurfeitum seiði verða tikin upp í laksaaliringunum...tí smáseiðurin meskar sær á alilaksafóður og ikki sleppur úr nótunum aftur vegna ovurfiti?

Hvat sigur Edmund Joensen til at upsastovnurin er minkaður til púrt einki javnt sum alilaksavinnan er vaksin? Hví mon kraklingur og øa er blivin vandamikil og enntá deyðilig at eta, ella at tøkan av hummara á firðunum er minkað niður í lítið og einki? Veit Edmunmd Joensen at mest heilsugóði fiskur okkara, seiðurin, ið áður var álitið til at fáa føði til høldar, nú ikki er manna- ella djóraføði? Eingin fiskur hevur so stórt innihald av heilsuneyðugu D-vitaminunum sum just seiður.....so, vælsignaði Edmund Joensen. Boðskapurin hjá tær er at skilja, burtursæð frá at troling eftir villa laksinum, bert kann hótta fiskin enn meira enn alivinnan longu ger.

Okkara firðir og sund eru stór mórudýki, og liviumstøðurnar hjá so at siga øllum livandi eru álvarsamt hótt. Sjófuglurin manglar føði og smáfiskurin, t.d. lodna og svartkjaftur á okkara leiðum, ið eisini er føðin hjá øðrum fiskasløgum m.a. laksinum, verður brúkt til alilaksafóður heldur enn til m.a. mannaføði.

Ránsveiða eftir sardinum og ansjosum fram við vesturstrond Afrika, og Suðuramerika, tekur ikki bert kostnaðarfríðu og sera heilsugóðu føðini frá milliónum av fólkum, men verður brúkt í karráari alivinnu sum fóður...blandað við GMO soya, GMO raps og sterkt eiturfongdari hveiti. Lúsabasingarevni, heiluvágur, sera vandamikla antibakteriella evni Formaldehyde, mikroplast í stórum nøgdum, og ein ovurtaðing frá tíggjutúsundatals tonsum av skarni, er ikki just nakað sum stuðlar undir at nakað livandi kann trívast á okkara firðum og sundum.

Við veðurlagsbroyting, upphiting av sjónum, størri súrevnisinnihald, og nógv øktari dálking, dugir Edmund heilt vist at síggja hvar leiðin gongur.....og tað er ikki til tað betra, tvørturímóti.

Eg kann heita á Edmund, at han tekur í herðatoppin á løgmanni, ið fyrireikar vøkstur og meira vøkstur og enn størri dálking og niðurlaging av okkara sjóumhvørvið, og biður hann steðga við galskapinum. Alivinnan hevur ikki minsta feril av nøkrum sum kemur í nánd av burðardygd....og verður tað heldur ikki við tí propagandafrálærutilfarinum til barnaskúlan, ið okkara Uttanríkis- og Mentamálaráðharri hevur góðkent. "Greenwashing" er kent til at marknaðarføra og selja eina vøru, ið á ongan hátt er grøn ella burðardygg, so Edmund hevur sett sær eina avbjóðing, at tryggja frítið og náttúru og tað sálarbot henda gevur, men skal nokk taka til eftirtektar, at hann hevur eina stóra mótstøðu í just Sambandsflokkinum og enntá eisini andstøðuni, ið á sama hátt er fullkomuliga á berum innan náttúru- og umhvørvisvernd.

Kári Thomsen

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2022