Leygardagur 26. mars 2022 | Nr. 13 | Árgangur 3 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 2
SíÐa 23
SíÐa 22
SíÐa 6
SíÐa 20
Góðan lesihug og gott Vikuskifti
"Gleðiligan móðurmálsdag" var tað onkur, sum heilsaði mær á sosialu miðlunum í gjár. Jú, takk, móðurmálið er nakað, vit kunnu gleðast um.
Tað eru nú gingin tvær øldir síðan Jens Chr. Svabo sat fátækur og gamal í einum kamari í Pæsastovu í Havn og skrivaði niður sínar tankar um støðuna hjá føroyska málinum. Teir vóru daprir. Føroyska málið var komið á deyðastrá, var hann sannførdur um.
Kanska Svabo var orsøkin til, at skyldmaðurin V. U. Hammershaimb tók yvir, og tryggjaði – saman við øðrum – okkum skriftmálið, sum var so neyðugt fyri at kunna varðveita føroyskt sum okkara egna sjálvstøðuga mál.
Sjálvandi eru nógv ávaringartekin um, at føroyskt ikki hevur tað so gott. Málið er undir støðugari ávirkan uttanífrá, men tað er jú ikki nakað nýtt. Hava øll mál ikki altíð verið tað?
Sæð út frá tí veruleika, at vit eru bara, kanska 80.000 fólk, ið duga føroyskt, so má viðgangast, at tað stendur bara heilt væl til.
Tað koma bøkur út alla tíðina, skaldsøgur, yrkingasøvn, endurminningar, yrkisbókmentir. Á føroyskum. Tónleikir kemur eisini støðugt út, stundum á føroyskum. Vit fáa tíðindi á føroyskum hvønn einasta dag, bæði á prenti, á netinum og gjøgnum luftina. Føroyska málið er nærverandi og spilllivandi í gerandisdegi okkara.
Tað er ikki nøkur sjálvfylgja. Onki undarligt hevði verið, um vit í Føroyum høvdu mist málið fyri fleiri ættarliðum síðani, eins og tey gjørdu eitt nú í okkara nærmastu grannalondum, Hetlandi og Orknoyum.
Tað er als ikki óvanligt at koma á tal við fólk, sum undrast og øtast yvir, at vit kunnu hava okkara egna mál í Føroyum.
Men tað gera vit, og vit fegnast um tað og eru eisini errin av tí. Men tað er eisini undangongufólki og slóðarum fyri at takka.
Tí er tað gott at føðingardagur V. U. Hammershaimbs verður markeraður sum ein av týðandi høgtíðsdøgunum á árinum. Móðurmálsdagurin eigur ikki at standa nakað aftan fyri aðrar týðandi dagar fyri okkara tjóð, so sum grækarismessu og flaggdagin.
Ikki tí okkum tørvar ein dag afturat til at ganga skrúðgongu – tað gera vit ikki. Men týdningurin av okkara móðurmáli er so mikið stórur, at uttan móðurmálið var neyvan tørvur á at hildið hvørki grækarismessu, flaggdag ella ólavsøku.
Men tað eru nógv, ið royna at minka um bilnýtsluna og skrúva niður fyri hitanum
Fjórði hvør føroyingur letur seg ikki ávirka av, at oljuprísirnir eru munandi hægri nú enn teir hava verið í longri tíð.
Tá Spyr.fo gjørdi veljarakanning fyri Portalin og Blaðið Vikuskifti í undanfarnu viku, vórðu teir 500 veljararnir í kanningini eisini spurdir um hækkandi oljuprísurin hevði fingið tey at spara olju og brennievni.
Her vóru tað heili 25 prosent, sum svaraðu, at hetta onga ávirkan hevur havt á tey.
Spurningurin ljóðaði soleiðis: Nú oljuprísurin er hækkandi, gert tú nakað fyri at spara olju og brennievni? Møguleiki var at svara fleiri møguleikar.
Flest fólk, 41,2 prosent, svaraðu, at tey “royna at minka um bilnýtsluna”.
29,8 prosent siga, at tey “skrúva niður fyri hitanum” og 28,4 prosent svara, at tey “brúka minni vatn”.
Men tað vóru eisini 25 prosent, sum svara, at tey “einki” hava gjørt fyri at spara olju og brennievni orsakað av hækkandi prísinum. Tað er fjórði hvør av teimum, ið hava svara.
Aðrir møguleikar vóru eisini at svara. Sí talvuna herundir.
Serligt er kanska, at tað er undir 10. hvør, sum svarar, at prísurin “skundar undir, at eg fari at fáa mær elbil”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2022
Aksel V. Johannesen er framvegis maðurin, sum flest veljarar peika á sum komandi løgmaður. Men munurin til sitandi løgmann er nú minkaður munandi
Nógv teir flestu veljararnir peika framvegis upp á Aksel V. Johannesen sum tann, ið tey helst vilja hava til løgmann. Men munurin millum hann og undirtøkuni fyri sitandi løgmanni, Bárði á Steig Nielsen, er minkaður.
Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.
Í kanningini, sum varð gjørd mikudagin, vóru 500 veljarar spurdir um hvønn tey halda skal vera løgmaður eftir komandi løgtingsval. 35,8 prosent søgdu Aksel V. Johannesen og 21 prosent søgdu Bárður á Steig Nielsen.
Hóast munurin er stórur, so er hann als ikki eins stórur, og tá spurningurin varð settur beint fyri jól í fjør. Tá peikaðu heili 43,5 prosent á Aksel og einans 17,6 prosent á Bárð.
Eftir at undirtøkan fyri javnaðarformanninum støðugt hevur verið vaksandi síðan mars í fjør, so hevur kurvan nú fingið eitt brot niðureftir. Og kurvan hjá Bárði á Steig Nielsen er júst hin sama, bara øvugt, ella speglvent.
Sí kurvarnar niðjast á “Barometrinum”
Fólkafloksveljarar fingið trúnna aftur
Hóast ongin visti, tá veljarakanningin varð gjørd, hvør fór at verða formaður fyri Fólkaflokkin, so vóru tað kortini heili 10,3 prosent, sum peikaðu á “formannin/forkvinnuna í Fólkaflokkinum”.
Hetta er ein munandi framgongd í mun til seinastu kanning, tá tað bert vóru 6,2 prosent, sum peikaðu á tásitandi formannin, Jørgen Niclasen. Eitt tekin um - kanska - at fólkafloksveljararnir í størri mun hava fingið trúnna á, at tey nú kunnu fáa løgmann aftur, eisini hóast tey ikki vistu hvør avloysarin fór at vera.
9,5 prosent (10,9 prosent seinast) peikaðu á Høgna Hoydal, 8,8 (6,0) prosent á Ruth Vang, 3,2 (2,6) prosent á Jenis av Rana og 1,6 (2,1) prosent á formann Sjálvstýris, Sámal Petur í Grund.
Aksel sterkastur í egnum flokki
Tá farið verður nærri inn í tølini, so sæst, at javnaðarveljarar eru mest trúfastir mótvegis egnum formanni. 88 prosent av teimum, ið siga seg velja Javnaðarflokkin, peika eisini á Aksel V. Johannesen sum løgmann, meðan 84 prosent av sambandsveljarunum peika á Bárð á Steig Nielsen.
Tað sæst, at tað eru hesir báðir, ið eru høvuðsvalevni í so máta. Tí veljararnir hjá hinum flokkunum eru ikki eins hugaðir at peika á egnan formann.
57,2 prosent av fólkafloksveljarunum peika á egið forfólk, 56,9 prosetn av framsóknarveljarunum peika á Ruth Vang, meðan tað er undir helmingurin av tjóðveldisveljarunum, 49 prosent, sum peika á Høgna Hoydal. Jenis av Rana fær undirtøku frá 47 prosentum av egnum veljarun og Sámal Petur í Grund frá 44 prosentum.
Havnin og so hini
Eitt annað parametur, ið er áhugavert at hyggja eftir, er hvussu landafrøðiliga býtið er í hesi kanning, tí tað er stórur munur millum hvat havnarfólk siga, og hvat veljararnir uttan fyri Havnina siga.
Í Havn hevur Aksel V. Johannesen stóra undirtøku, 39 prosent, men síðan eru prosentini meira javnt býtt millum hinar biðlarnar til løgmanssessin. Sitandi løgmaður fær bert undirtøku frá 15 prosentum av veljarunum í Havn. Nummar trý á hesum listanum er Ruth Vang, sum við 13 prosentum hevur størri undirtøku enn Høgni Hoydal, sum fær undirtøku frá 11,5 prosentum. Rættiliga óvæntað, tí Tjóðveldi fær lutfalsliga nógv størri undirtøku í høvuðsstaðnum.
Valevnið hjá Fólkaflokkinum fær bert undirtøku frá gott fimm prosentum av veljarunum í høvuðsstaðnum.
Hyggja vit hinvegin eftir hvussu undirtøkan er uttan fyri høvuðsstaðin, so er Aksel V. Johannesen framvegis best umtóktur við 33,5 prosentum, meðan sitandi løgmaður fær undirtøku frá 25 prosentum, forfólkið hjá Fólkaflokkinum fær undirtøku frá knapt 14 prosentum.
Tað er eisini áhugavert, at næstan 10 prosent av teimum spurdu halda, at tað ikki skal vera eitt av verandi forfólkunum, ið skal vera løgmaður, men “onkur annar”. Landafrøðiliga eru tað 8 prosent í Havn og 15 prosent uttan fyri Havnina, sum halda hetta.
Hyggja vit eftri kynsbýtinum, so er tað eisini ymist hvat kvinnur og menn halda.
Kvinnurnar vilja helst hava Aksel til løgmann, 39 prosent. Síðan koma Bárður 20, einasta kvinnuliga forkvinnan, Ruth Vang, 12 og Høgni Hoydal 9 prosent.
Menninar svara Aksel, 33 prosent, Bárður 22, ‘fólkafloksforfólkið’ 14 og Høgni Hoydal 10 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2022
Tveir av fýra luttakarum í X Factor-hálvfinaluni næsta fríggjakvøld eru føroyingar. Tað hóvar ikki øllum líka væl
- Vit síggja familju, nattúru og so víðari. Eg elski Føroyar, men onkuntíð kundi tað verið fínt at sløkt fyri sambandinum.
Tað segði ein ørkymlaður Thomas Blachman í X Factor í gjárkvøldið. Hann segði tað vera undrunarvert, at hyggjararnir høvdu atkvøtt tey víðari, sum teir nú einaferð høvdu, og at hansara luttakari, Maria Ranum, stóð í vandabólkinum.
Hetta var eftir at Kári Fossdalsá sum tann fyrsti - og púra óvæntað - varð róptur upp. Hann var komin beinleiðis víðari í hálvfinaluna í X Factor. Ein tónleikasending, sum hann nærum frá byrjan, av veddingarfyritøkum hevur verið dømdur úti frá.
(Mynd: Lasse Lagoni / TV2)
Uppførið tykkum ordiligt
Tina Mellemgaard úr Hoyvík kom eisini beinleiðis víðari í gjárkvøldið eftir at í síðstu viku at vera endað í vandabólkinum. Ein lætti hjá dómaranum Kwamie Liv, sum eisini ásannaði, at hon ikki hevði fingið tað burturúr, sum hyggjararnar høvdu ynskt.
Tað bleiv til egnan sang við heitinum “Ord”. Tina skapti eisini yvirskriftir í donsku miðlunum í gjárkvøldið, tá hon eftir framførsluna setti orð á tey nógvu keðiligu boðini, hon hevur fingið á sosialum miðlum seinastu vikuna.
Her sært tú framfrøsluna hjá Tinu
Hetta fekk vertinnuna Sofie Linde at lyfta peikifingurin, og at koma við einum uppsangi til tey, um ikki duga sær hógv handan knappaborðið.
18 ára gamli sangskrivarin fekk nógv rós fyri bæði ærliga lag og framførslu.
- Tí skilir orð, og tú dugir nakað við orðum. Og tað duga hasir idiotarnir, sum skriva hatta ikki. Hetta var veruliga tín besta framførsla á hesum pallinum. Og eg dugi slett ikki at ímynda mær eina finalu uttan teg, segði Thomas Blachman.
Kwamie Liv mundi ikki fingið orðið upp, men fekk tikið seg so mikið saman at siga nøkur rósandi orð.
- Tú skrivaði hetta lagið tá tú vart 16 ára gamal og sat aftanfyri kassan í tí "føroyska Netto", og føldi seg uttanfyri heimin. Tað gandakenda við tær er, at á einari síðu kennir teg øðrvísi og uttanfyri, og á hinari síðuni hevur eina gávu, sum savnar okkum øll. Eg eri so stolt av tær, segði Kwamie Liv.
Kári á svenskum ella á føroyskt-svenskum?
Kári Fossdalsá, sum seinastu fríggjakvøldini hevur tikið seg nógv fram, sang í gjárkvøldið lagið Svag hjá Victor Leksell.
Her sært tú framførsluna hjá Kára
- Eg havi svenska damu, og eg dugdi ikki at plasera tað svenska málið. Um tað var Malmø ella Stockholm, ella um tað kanska var føroyskt-svenskt, skemtaði Thomas Blachman eftir framførsluna hjá Kára.
(Mynd: Sverri Egholm)
Hann helt áfram:
- Annaðhvørt vinnur tú heila lortið ella rýkur tú út relativt skjótt, legði hann afturat.
Tað bleiv so ikki tað seinna. So mugu vit síggja hvat tað verður til næsta fríggjadag í hálvfinaluni tá Mads Moldt, Mille Bergholtz, Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá fara at syngja um tey trý plássini í finaluni.
Eitt er í øllum førum vist. Í øllum førum ein føroyingur verður í finaluni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2022
"Rætta endamálið hjá manni er at liva, ikki at vera til", stendur á gravsteininum, sum trøllanesfólk hava reist á Kallinum
Stórt fylgi fór fyrrapartin mánadagin við Sam í Kalsoynna, har avdúking av minnisvarða skuldi fara fram. Við bussi til Trøllanesar, og síðani gekk leiðin til gongu norð á Kallin.
Tað eru trøllanesfólk, sum hava tikið stig til at reisa mæta, men fiktiva, bretska agentinum ein minnisstein, nú hann varð sprongdur í fillur í seinasta James Bond-filminum. Spreingingin hendi úti á Kallinum.
Løgmaður avdúkaði steinin. Aftaná hátíðarløtuna á Kallinum, var ein lættari máltíð - onkur kallaði tað ervi - at fáa á Trøllanesi.
Sverri Egholm tók myndirnar
Jóhannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2022
Í røðu sínari til tiltakið hjá Norðurlandaráðnum í Malmö týsdagin, legði landsstýrismaðurin við uttanríkismálum dent á, at Norðurlond – og restin av Evropa – standa saman, nú kríggj aftur er í Evropa. Mykhailo Vydoinyk gjørdi vart við, hvussu stóran tørv Ukraina hevur á hjálp
Norðurlandaráðið skipaði í vikuni fyri tiltakið í Malmö, ið fyrst og fremst var eitt orðaskifti um støðuna í Ukraina.
Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum, var ein av teimum, sum hevði røðu, har hann legði dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at Norðurlond – og restin av Evropa – standa saman, nú kríggj aftur er í Evropa.
- Tryggleiki og fólkaræði eru ikki komin av sær sjálvum, og tí mugu vit styrkja sínámillum samstarvið millum Norðurlond
Hetta skrivar Uttanríks- og Mentamálaráðið á heimasíðu sínari, har tað eisini verður skrivað, at Jenis av Rana hitta ukrainska sendiharran, Mykhailo Vydoinyk.
- Teir umrøddu kríggið í Ukraina og álvarsomu avleiðingarnar fyri trygdina í Evropa. Sendiharrin vísti á, at Ukraina hevur stóran tørv á hjálp og stuðli til tess at standa ímóti russisku innrásini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
Handilin broytir navn til Bygma Suðuroy, og Helgi Kristiansen heldur fram sum leiðari
Bygma Balslev hevur keypt Vágs Timburhandil.
Vágs Timburhandil byrjaði sítt virksemi í 1980'unum og var tað Brynjolf Kristiansen, sáli, sum setti fyritøkuna á stovn. Síðstu nógvu árini hava brøðurnir Sølvi og Helgi rikið fyritøkuna og síðstu 2-3 árini hevur Helgi Kristiansen rikið Vágs Timburhandil.
Vágs Timburhandil hevur sostatt verið ein stórur partur av menningini í Suðuroy síðstu mongu árini. Seinastu góðu 30 árini hevur Vágs Timburhandil ligið á Oyrunum í Vági, har eitt nú eisini Páls høll og Marghøllin eisini liggja.
Vágs Timburhandil broytir navn til Bygma Suðuroy, og Helgi Kristiansen heldur fram sum leiðari, somuleiðis halda øll starvsfólkini fram.
Hóast góð úrslit síðstu árini, má Helgi Kristiansen ásanna, at tað gerst trupult at fáa vøru til rættan prís, tá ið ein er ein lítil og einsamallur timburhandil, samanborið við størru fyritøkurnar og keturnar.
Sjúrður Olsen, stjóri í Bygma Balslev sigur soleiðis um keypið:
- Vit eru sera takksom fyri møguleikan at framhaldandi at kunna veita suðringum gott og breitt vøruúrval, vit gleða okkum at veita øllum suðringum framhaldandi góða tænastu.
Keypið er treytað av góðkenning frá kappingareftirlitinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
Ársúrslitið gjørdist 14,5 milliónir krónur sammett við 12,8 milliónir krónur í fjør. Fyritøkan hevur stórt verksemi uttanlands
Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt yvirskot á 14,4 milliónir krónur, sum er besta úrslit nakrantíð hjá JT Electric, sum annars eisini ber uppruna navnið Pf. Jóannes Thomsen.
JT Electric er ein innovativ fyritøka, sum mennir, útviklar og selur egnar vørur í Føroyum og uttanlanda, og sum sambært leiðsluni hevur stórar framtíðar møguleikar á alheims marknaðinum.
Fyritøkan, sum Jóannes Thomsen stovnaði í 1972, fyri 50 árum síðani, hevur ment seg munandi síðstu árini. Frá at verða ein el innleggjara fyritøka í Fuglafirði, sum við tíðini flutti út á Kambsdal og menti vørur og tænastur til fiskivinnuna og alivinnuna í Føroyum og uttanlanda. Í dag hevur felagið miðsavnað seg um menna og selja vørur og tænastur til alivinnuna.
Av vørum, sum JT Electric hevur ment síðstu árini kunnu nevnast fóðurskipanir, kameraskipanir, sensor skipanir, undirvatns ljós, undirvatns kamera, fóðurflakar, ilt sensorar, umframt at felagið eisini byggir fóðurskip til alivinnuna í Pólandi. JT Electric er tí í dag ein heildarveitari av tekniskari útgerð til alivinnuna.
Í 2020 keypti JT Electric skotska felagið Sterner Aquatech UK, sum m.a. arbeiðir innan water treatment og sludge treatment til smoltstøðir. JT Electric hevur í dag munandi virksemi ígjøgnum síni dótturfeløg bæði í Skotlandi og í Pólandi, og er líka so nógv ein altjóða fyritøka í dag, sum kappast við útlendskar veitarar á marknaðinum og har størri parturin av søluni í dag er uttanlands.
Sambært stjóranum í felagnum, Suna Justinussen, er uttanlandsvirksemið hjá JT Electric miðvíst økt, og hevur tað verið ein partur av strategi felagsins. Goður møguleiki er fyri at uttanlandamarknaðurin framyvir kann gerast enn størri og meira týdningarmikil hjá felagnum, umframt at føroysku kundarnir eisini framhaldandi fáa bjóða dygdargóðar vørur og tænastur.
Rakstrarroknskapurin
Roknskapurin hjá JT Electric vísur, at bruttovinningurin fall úr 31,4 milliónum í 2020 til 27,2 milliónir krónur í 2021.
Starvsfólkaútreiðslurnar vóru 14,2 milliónir krónur í 2021, sum er 1,1 milliónir lægri enn í 2020. Í alt 70 fólk starvast í fyritøkuni í Føroyum og uttanlands.
Úrslit áðrenn avskrivingar, Ebidta, fall úr 16,1 milliónum í 2020 til 13,1 milliónir krónur í 2021. Talan er tí um eitt fall í Ebidta á 18,9 prosent.
Felagið hevði tó fíggjarligar inntøkur í 2021 frá sínum dótturfeløgum uttanlands á 5,5 milliónir krónur, sum tí ávirkar úrslitið hjá felagnum munandi í 2021.
Úrslit eftir skatt í 2021 gjørdist tí eitt avlop á 14,5 milliónir krónur, sammett við 12,8 milliónir í 2020. Vøksturin í ársúrlitinum var tískil 5,9 prosent.
Fíggjarstøðan
Fíggjarjavnin hjá JT Electric var í 2021 íalt 105,4 milliónir krónur, sum er sama støði sum í 2020.
Støðisognin øktist úr 78,3 milliónum í 2020 til 81,3 milliónir krónur í 2021. Ogn í umferð fall hinvegin úr 28,1 milliónum í 2020 til 24,1 milliónir krónur í 2021. Serliga kann nevnast, at vørugoymslurnar í 2021 øktist við 4,6 milliónum til 11,6 milliónir krónur í 2021. Harnæst fall áogn frá skuldarum úr 16,8 milliónum í 2020 til 11,6 milliónir krónur í 2021.
Eginpeningurin hjá JT Electric var við ársenda 2021 samanlagt 62,9 milliónir krónur sammett við 53,4 milliónir í 2020. Talan er um eina fíggjarliga sterka fyritøku, við einum trygdarevni á 60 prosent, sum má metast at verða gott.
Felagið hevur goldið 4,4 milliónir niður á langfreistaðu skuldina, sum við ársenda 2021 íalt var 20,1 milliónir krónur Stuttfreistaða skuldin er somuleiðis minkað við 4,5 milliónum til 22,0 milliónir krónur í 2021.
Gjaldførið hjá JT Elecric var rímuligt í 2021 , tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 109 prosent samanborið við 106 prosent í 2020.
Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 5 milliónir krónur av sum vinningsbýti til eigararnar.
Høvuðspartaeigarin av Pf. Jóannes Thomsen (JT Electric) er Spf. Skrínið, sum er dótturfelag hjá Pf. Tjaldur.
Stjóri síðani 2017 hevur verið Suni Justinussen. Nevndarformaður er Árni Tór Rasmussen.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022
2,6 milliónir standa eftir á botnlinjuni hjá Suðuroyar Sparikassa í fjør í mun til 600.000 krónur árið frammanundan
Ársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2021 gjørdist munandi betri enn undanfarna ár, tí fyri skatt var tað 2,6 milliónir krónur samanborið við 600.000 krónur í 2020.
Grundraksturin øktist úr 3,6 milliónum upp í 3,7 milliónir krónur. Samstundis øktist solvensurin úr 20,1 prosent í 2020 upp í 22,2 prosent. Eins og ætlað, lækkaðu innlánini við 12,2 prosentum úr 752 milliónum krónum niður í 670 milliónir krónur.
Sera stór framgongd var innan realkredittfígging og realkredittlánini øktust við 78 prosentum. Hetta er 24 prosent av øllum 1. veðrættunum hjá Suðuroyar Sparikassa og ein tvífaldan sammett við 2020.
Útlánini lækkaðu við 4,5 prosentum - úr 553 milliónum niður í 529 milliónir krónur, men um realkredittlánini verða tikin við í samlaðu útlánini, var samlaða økingin á útlánsøkinum 2,2 prosent í 2021.
(Savnsmynd)
- Í 2021 sóu vit, at kundarnir valdu realkreditt og við ársenda hevði Suðuroyar Sparikassi veitt 12 prosent av allari nýggjari realkredittfígging á føroyska marknaðinum í 2021, sigur Søren L. Bruhn, stjóri.
Suðuroyar Sparikassin er á rættari leið, men vit eru enn í holt við at bjálva okkum til at liva upp til hørðu kapitalkrøvini í 2025. Í 2025 er – í dag kenda - lógarkravið til samlaða solvensin hjá Suðuroyar Sparikassa 20,7 prosent, og tí livir Suðuroyar Sparikassi longu upp til lógarkravið fyri solvensin í 2025.
Aftur at hesum kemur eitt ætlað fríholt á 3,3 prosentstig, soleiðis at solvensmálið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2025 er 24,0 prosent. Hesum máli metir Suðuroyar Sparikassi seg at røkka við vanliga rakstrinum, sum er robustur.
Broytingar í nevndini eftir aðalfundin 24. mars 2022
Aðalfundurin hjá Suðuroyar Sparikassa varð hildin hósdagin. Mannbjørn Tausen stillaði ikki uppaftur eftir 15 ár í nevndini, og nýggjur nevndarlimur er Jákup F. S. Olsen. Nevndin í Suðuroyar Sparikassa takkaði Mannbirni fyri hansara megnar arbeiði hesi árini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2022
Stórir einstakir skaðar settu sín dám á árið
Gongdin í 2021 var góð í mun til inntøkur, ið eru í støðugum vøkstri.
Útreiðslur í sambandi við skaðar vóru munandi hægri í 2021 enn í 2020. Hækkingin stavar serliga frá arbeiðsskaðum, eldskaðum í sethúsum og skaðum á akfør.
Tilsamans fingu kundar í Trygd skaðaendurgjøld fyri 101,4 milliónir krónur í 2021. Til samanberingar vóru somu útreiðslur 84,0 milliónir krónur í 2020.
Kundar í Trygd fingu nógv skaðaendurgjøld í fjør hava sóknast eftir einari trygging, ið kann veita fíggjarliga hjálp til raksturin av fyritøkuni, um starvsfólk eru burturstødd í eitt longri tíðarskeið og ikki fáa røkt sítt starv. Fráverutrygd er loysnin til júst ta avbjóðingina.
- Vit vóru hart rakt av skaðum í 2021, men fegnast um at kunna hjálpa og veita holla og skjóta tænastu, tá ið okkara kundar hava brúk fyri okkum. Júst hetta er kjarnin í okkara virksemi. Vit vænta, at skaðagongdin fer at vera eitt sindur meira jøvn í 2022, og at vit tískil fáa eitt betri úrslit, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.
Miðvíst arbeiði við burðardygd
Sum partur av ætlanunum um at gerast ein meira burðardygg og grøn fyritøka, fer Trygd leypandi at skifta allar bilar hjá felagnum út við elbilar.
Somuleiðis keypir Trygd endurnýttar teldur til skrivstovubrúk til tess at gera sum minst inntriv í náttúruna. Í fjør gjørdi Trygd avtalu við Nema um burðardygga burturbeining av el-tólum, sum viðskiftafólk lata inn í sambandi við tryggingarskaða.
Allar dátur á tólinum verða strikaðar á tryggan hátt. Tólið verður síðani burturbeint ella endurnýtt eftir burðardyggum leisti.
Roknskapurin í stuttum
• Ársúrslitið áðrenn skatt var eitt hall á 2,1 mió. kr. samanborið við eitt avlop á 12,1 mió. kr. í 2020.
• Úrslitið eftir skatt var eitt hall á 1,7 mió. kr. samanborið við eitt avlop á 10,2 mió. kr. í 2020.
• Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 8,9 mió. kr. í 2021 og vóru tilsamans 144,7 mió. kr.
• Skaðaútreiðslurnar vóru 101,4 mió. kr. samanborið við 84,0 mió. kr. í 2020.
• Endurgjaldsburturleggingarnar fyri egna rokning vóru 55,3 mió. kr. samanborið við 43,3 mió. kr. í 2020.
• Skaðaprosentparturin hækkaði úr 69,6 prosentum í 2020 upp í 80,9 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2022
Ein ung kvinna, sum kom til landið mánamorgunin, er varðhaldsfongslað í fýra vikur
Ein ung kvinna er varðhaldsfonglsað í fýra vikur fyri at royna at smugla rúsevni til Føroya.
Kvinnan kom til Føroya við Norrønu mánamorgunin, og tá gjørdu hundar hjá løgregluni og tollvaldinum vart við, at rúsevni vóru í bilinum hjá kvinnuni.
Talan var um sløk sjey kilo av hassji.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2022
Enn ein roynd varð hósdagin gjørd at fáa býráðið at broyta avgerðina um staðseting av nýggju kirkjuni, sum skal byggjast á Argjum. Býráðið hevur nú samtykt, at beina málið aftur í nevnd
Fitt av fólki møttu seinnapartin hósdagin upp á Vaglinum í Havn, har staðsetingin av nýggju kirkjuni á Argjum enn einaferð varð orsøkin.
Undir heitinum “Varðveitið fríðkið við Sandá” varð mælt til at nýggj staðseting verður funnin til kirkjuna. Sí myndir av Vaglinum seinnapartin.
Býráðsfundur byrjaði klokkan 16, og har varð samtykt at beina málið aftur í byggi- og býarskipanarnevndina til avgreiðslu og nýggja staðseting um neyðugt.
Sverri Egholm tók myndirnar:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2022
Gamli netbankin letur aftur, tá NemID-atgongdin verður endaliga avtikin 13. juni
Skjótt verður ikki longur møguleiki at rita inn í netbankarnar við donsku NemID skipanini, sum hevur verið brúkt í Føroyum í nú eitt áramál.
Felagið Føroyskir Peningastovnar heitir tí nú á allar kundarnar hjá føroyskum bankum og sparikassum at fáa sær føroyski loysnina, Samleikan, ístaðin skjótast gjørligt.
Fyrstu kundarnir eru longu byrjaðir at brúka nýggja Netbankan hjá føroysku peningastovnunum, ið hevur Samleikan sum innritanarloysn. Í næstum skulu allir føroyingar skifta til nýggja Netbankan, og tá er neyðugt at hava Samleikan fyri at fáa atgongd til kontur, gera flytingar, undirskriva skjøl o.a., skrivar felagið í tíðindaskrivi í dag.
Peningastovnarnir heita tí á øll, ið ikki longu hava fingið sær Samleikan, um at skráseta seg á www.samleikin.fo skjótast gjørligt. Um fleiri fáa sær Samleikan í góðari tíð, slepst undan óneyðugari bíðitíð, tá ið gamli Netbankin letur aftur, og NemID-atgongdin verður endaliga avtikin 13. juni 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2022
Eftirlitsarbeiðið hjá Taks hevur hilnast væl fyri 2021, og funnar vóru 251 milliónir, sum ikki vóru uppgivnar rætt. Serliga vóru tað stórar rættingar hjá stórum feløgum, sum gjøru munin
Nú TAKS hevur gjørt upp hvussu tað hilnaðist at náa ásettu málunum í eftirlitsætlanini fyri 2021, kann ikki sigast annað enn, at TAKS hevur fingið nógv burturúr í eftirlitsarbeiðinum. Í arbeiðinum komu starvsfólkini hjá TAKS fram á 251 mió. krónur, sum ikki vóru uppgivnar.
Tað skrivar taks.fo.
Talan er um ymisk sløg av eftirlitum. Hækkingar í skattskyldugari inntøku hjá feløgum vórðu gjørdar fyri tilsamans 154 mió., ímeðan tað hjá privatpersónum var talan um hækkingar upp á 15 mió. Hjá bæði feløgum og privatpersónum blivu hækkingar gjørdar fyri 66 mió. í skattskyldugari kapitalvinningsinntøku.
Rættingar í meirvirðisgjaldi og tolli vórðu gjørdar fyri 7 mió., og afturat hesum koma so rættingar í rentustuðli, ferðastuðli og øðrum.
Hetta førir so við sær, at TAKS rættar hesar skeivu uppgerðirnar, og í summum førum manglandi uppgerðirnar, og úrslitið er, at tað skuldu gjaldast umleið 59 mió. í landskassan sum beinleiðis úrslit av eftirlitsarbeiðinum.
- Rættingar fyri 251 mió. ljóðar av nógvum, og er omanfyri miðal seinastu árini. Vit síggja at vinnulívið í Føroyum er blivið meira samansett og kompliserað, og tað ger eisini, at vit í fleiri førum nú enn áður koma fram á stór mál, sum krevja rættingar fyri fleiri milliónir. Í 2021 var serliga talan um stórar rættingar hjá stórum feløgum. Hetta vísir eisini, hvussu týdningarmikið tað er, at TAKS hevur eitt nøktandi eftirlit, sum fylgir við tíðini, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri, á heimasíðuni hjá TAKS.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2022
Tað er serliga størri útflutningur av laksi, sum er orsøkin
Í tíðarskeiðnum februar 2021 til januar 2022 vaks útflutningurin tvær milliardir krónur samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið, skrivar Hagstovan.
Orsøkin til hetta er serliga størri útflutningur av laksi. Har er nøgdin vaksin 40 prosent og virðið 45 prosent.
Útflutningsvirðið av makrel og sild er vaksið ávikavist 202 og 142 milliónir krónur, og útflutta nøgdin av svartkjafti er farin niður í helvt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2022
Talan er um 1,4 milliardir krónur meira enn undanfarna 12-mánaðarskeið
Í tíðarskeiðnum februar 2021 til januar 2022 innfluttu vit fyri 9,4 milliardir krónur.
Tað er 1,4 milliardir krónur meira enn undanfarna 12-mánaðarskeið.
Hagstovan skrivar, at innflutningurin av brennievni er vaksin 507 milliónir krónur. Í høvuðsheitum stavar hetta frá prísvøkstri. Talan er um ein prísvøkstur á umleið 70 prosent í januar 2022 samanborið við januar 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2022
Við nærum ongum arbeiðsloysi og stórum inntøkuvøkstri eiga almennu kassarnir at hava avlop, vísir Búskaparráðið á í várfrágreiðingini fyri 2022. Eisini mælir ráðið politisku skipanini til, í breiðari semju, at samtykkja ein útreiðslukarm, sum ikki loyvir útreiðslunum at veksa við meira enn 2-3 prosent um árið
Myndin niðanfyri vísur úrslitið hjá landskassanum frá 1998 til 2021, umframt mett úrslit fyri 2022 og 2023.
Landskassin hevði hall øll árini frá 2008-2015; tey fyrstu av hesum árunum var lágkonjunkturur. So vendi gongdin og Føroyar hevur havt stóra búskaparliga framgongd síðani 2014. Yvirskot var eisini í landskassanum í árunum frá 2016 til 2019. Um vit síggja burtur frá úrslitinum í 2020, sum var merkt av koronufarsóttini, so eru avlopini trupul at fáa eyga á, hóast góðu búskaparligu gongdina.
Landskassin hevur eitt positivt úrslit í 2021, men verða eingangs inntøkurnar av at Fíggingargrunnurin varð avtikin í 2021 og útgoldna vinningsbýtið frá BankNordik, ið seldi sína donsku deild í 2021, trektar frá, er yvirskotið burtur.
Í 2022 og 2023 verður mett, at landskassin fær undirskot. Við nærum ongum arbeiðsloysi og stórum inntøkuvøkstri eiga almennu kassarnir at hava avlop, vísir Búskaparráðið á.
Bæði almenna nýtslan og almennu íløgurnar tykjast at hava verið konjunkturviðgangandi gjøgnum árini; tá nógv hevur verið í kassanum, hevur nógv verið brúkt, og øvugt, og hetta hevur økt, heldur enn minkað um sveiggini í búskapargongdini.
Tað er umráðandi at tað almenna heldur virkar stabiliserandi við at halda eina støðuga gongd í rakstri og íløgum. Búskaparráðið mælir tí politisku skipanini til at samtykkja eina breiða semju um ein útreiðslukarm, sum ikki loyvir útreiðslunum at veksa við meira enn 2-3 prosent um árið, samstundis sum íløgurnar haldast støðugar.
Tíðindaskriv frá Landsbanka Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2022
Landsmyndugleikarnir eiga at økja um nettoogn landskassans, og tað krevur yvirskot á fíggjarlógini, sigur Búskaparráðið
Myndin niðanfyri vísur gongdina í nettoognini hjá almennari fyrisiting og tænastu frá 1998 til 2023 (2021-2023 eru metingar). Uppgerðin er uttan útbúnað (til dømis fastar ognir) og vísur sostatt bert tær gjaldføru ognirnar.
Gulu stabbarnir vísa nettoskuldina hjá landskassanum, sum hevur tey størstu sveiggini í nettoognini. Í 2007 var nettoskuldin hjá landskassanum um null, men síðani hevur landskassin haft nettoskuld. Frá 2008, tá fíggjarkreppan rakti, til 2015 økti landsstýrið skuldina við samanlagt 2,8 mia. kr. Í hesum tíðarskeiðinum lækkaði Moody’s kredittmetingina frá Aa2 til Aa3 við negativum útlitum. Hetta merkir, at tað ikki var nóg mikið, at nettoognin hjá landskassanum var nærum null í 2007 beint undan fíggjarkreppuni í 2008, fyri at megna tey komandi árini við halli, uttan at missa eitt stig í kredittmetingini.
Fíggjarstøðan hjá landskassanum er verri í dag, enn hon var beint áðrenn fíggjarkreppan rakti í 2008, hóast føroyski búskapurin hevur havt stóra framgongd seinastu 10 árini. Nettoogn landskassans eigur at vera so mikið stór, at kredittvirði er til at kunna læna í eini komandi afturgongd, og fyri at økja um nettoogn landskassans krevst yvirskot á fíggjarlógini, sigur Búskaparráðið.
Tíðindaskriv frá Landsbanka Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2022
Næstan 7.000 brúkarar atkvøddu týsdagin, tá Portalurin spurdi um tey halda, at lógin skal broytast soleiðis, at øl og vín kann seljast í vanligum handlum
Tað hevur verið frammi fyrr, og tað er tað aftur nú. Framsókn legði herfyri lógaruppskot fyri løgtingið um at broyta rúsdrekkalógina so at øl og vín kann seljast í vanligum handlum. Her undir at matvøruhandlar, matstovur og skeinkistøð kunnu innflyta rúsdrekka upp í 22 prosent av alkoholi.
Uppskotið fekk kaldliga móttøku frá hinum flokkunum til 1. viðgerð 10. mars, og verður nú viðgjørt í vinnunevndini.
Á Portalinum var týsdagin møguligt at geva sína meining til kennar um málið.
Næstan 7.000 lesarar atkvøddu, og ein stórur meiriluti, 58 prosent, ynskir at øl og vín skal kunna keypast í vanligum handlum.
37 prosent halda ikki, at tað er tað rætta at gera, meðan fýra prosent siga seg ikki vita.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
Hagstovan hevur kunngjørt tølini fyri 2021. Tólv grindadráp vóru, og hetta eru átta
12 grindadráp vóru í fjør, og 666 hvalir doyðu í teimum. Hetta er eitt miðaltal á 56 hval fyri hvørja ferð, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.
Í mun til í 2020 vóru færri dráp, men ikki nógv færri hvalir. Tá vóru tølini fýra dráp og 530 hvalir.
Talið av drápum og hvalum var í fjør tað hægsta síðani 2017.
Tølini hjá Hagstovuni Føroya ganga aftur til 1952. 1981 var metár fyri flest deyðar hvalir - beint undir 3.000 - 1984 og 1988 eru metár fyri tal av drápum (21).
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
Heldur henda gongdin fram fara vit at nærkast 10.000 el-bilum um fimm ár, sum fer at svara til næstan ein triðing av samlaða talinum á skrásettum persónbilum í Føroyum
Fyri 10 árum síðan vóru bert tríggir av umleið 20.000 persónbilunum í Føroyum el-drivnir, í 2019 vóru el-bilarnir komnir upp á 99, men síðan tá er talið av el-bilum seksfaldað.
Tá vit komu inn í hetta árið vóru 603 el-drivnir persónbilar skrásettir í Føroyum, og tað er framvegis stórur vøkstur í eftirspurninginum og søluni av el-bilum. Heldur henda gongdin fram, fara vit at nærkast 10.000 el-bilum um fimm ár, sum fer at svara til næstan ein triðing av samlaða talinum á skrásettum persónbilum í Føroyum, skrivar Vinnuhúsið.
Fremstu orsøkirnar til stóra vøksturin í skrásettum el-bilum eru tøkniliga menningin og skjótt vaksandi útboði av el-bilum hesi seinastu árini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2022
Peningurin sum kom inn, fór beinleiðis til Reyða Kross
Tá ið Hjaltur Poulsen kom aftur av landleiðini hósdagin, bað han ein skúlaflokk á Skúlatrøð hjálpa sær við at selja fiskin.
Tað var gamaní, og tey brúktu hósdagin til at selja fyrsta floks stóran tosk.
Peningurin sum kom inn, fór beinleiðis til Reyða Kross.
- Stórur flottur fiskur, sum um tað var bankatoskur, ljóðar úr Klaksvík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2022
Norðhavssildin fer helst eftir tí stóra reyðætinum, sum kemur við havstreyminum úr Íslandshavinum
Árligar sildakanningar í mai síðan 1995 vísa, at útbreiðslan av norðhavssild broytist nógv. Fyri at fáa betur greiði á hví so er, hevur Havstovan kannað slag, nøgd og spjaðing av føði, samanborið við hvar sildin stendur í mai.
Herfyri varð ein grein almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Frontiers in Marine Science, sum snýr seg um hetta samanspælið millum reyðæti, havumhvørvi og uppsjóvarfisk.
Tá sildin er liðug at gýta fram við norsku strondini, er hon svong og leitar út á opið hav at finna sær føði. Frá umleið mars til mai ferðast sildin miðvíst út frá norsku strondini og vestureftir ímóti Íslandi.
Høvuðsføðin hjá norðhavssild er reyðæti, sum eisini verður nevnt Calanus finmarchicus. Hetta reyðæti finst í stórum nøgdum, bæði í Norskahavinum og Íslandshavinum. Í Íslandshavinum er tó eitt líknandi, men artiskt, slag av størri reyðæti, ið nevnist Calanus hyperboreus, sum er av stórum týdningi í vestara økinum.
Reyðæti rekur við streyminum. Tískil rekur reyðæti úr Íslandshavinum við Íslandsstreyminum og inn í Norskahavið. Tá ein stór mongd av Íslandssjógvi rekur inn í Norskahavið, eru eisini stórar mongdir av reyðæti mátaðar norðan fyri Føroyar eftir so-nevnda skurði N (sí mynd 1).
Mynd 1. Heitur Atlantssjógvur (reytt), kaldur Eysturíslendskur sjógvur (blátt) og høvuðsfrontar norðan fyri Føroyar (svartir prikkar). Grøna linjan umboðar Skurð N, har reyðæti er kannað síðan 1993
Í tíðarskeiðunum 1996-2002, 2003-2016 og 2017-2020 vóru ávikavist størri, minni og so aftur størri mongdir av subartiskum Íslandssjógvi og reyðæti mátaðar eftir Skurði N.
Úrslit í nýggju greinini vísa, at sildin stendur mest savnað, har mest føði er. Harafturat verður staðfest, at sildin hevði minni føði í magunum í tíðarskeiðnum 2007-2011, tá minni mongdir av Íslandssjógvi og reyðæti streymaðu inn í Norskahavið, og umvent í tíðarskeiðnum 2017-2020. Tað seinna tíðarskeiðið hevði sildin etið nógv meira av C. hyperboreus, tí meira av hesum slagið var til staðar.
Hetta bendir á, at sildin helst velur C. hyperboreus, sum er bæði størri og føðsluríkari enn C. finmarchicus.
Greinin í Frontiers in Marine Science ber heitið ‘Spatial Feeding Variability of the Feeding Conditions for the Norwegian Spring Spawning Herring in May’. https://www.frontiersin.org/articles/10.3389/fmars.2022.823006/full
Arbeiðið varð fíggjað av FiskivinnuGransking, og er tann fimta og síðsta greinin sum er partur av phd verkætlanini hjá Ingu Kristiansen, skrivar heimasíðan hjá Havstovuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2022
Tilmælið var handað løgmanni og landsstýrismonnunum við uttanríkismálum og fiskivinnumálum fríggjadagin
Føroyar eiga at vera við í ST átakinum Havsins áratíggju. Fyri Føroyar er Havsins áratíggju eitt gylt høvi til at taka ábyrgd av stóra havøki okkara og samstarva við altjóða samfelagið um hetta. Tað er høvuðsboðskapurin í skjali, sum varð handað í Tinganesi fríggjadagin.
Tað var Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, sum handaði Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, Jenisi av Rana og Árna Skaale, landsstýrismonnum, tilmæli og frágreiðing um Havsins áratíggju.
Granskingarráðið hevur tikið stig til frágreiðingina, sum Unn Laksá frá Sjókovanum hevur skrivað eftir avtalu við Granskingarráðið. Umboð fyri stovnar, fyritøkur og feløg hava verið við til innleiðandi samskifti og eru kunnaði ávegis um arbeiði við frágreiðingini.
Við støði í frágreiðingini og arbeiðinum í grannalondunum mælir Granskingarráðið til, at:
1. Landsstýrið tekur undir við hugsjón Havsins áratíggju og almennari føroyskari luttøku
2. Uttanríkis- og mentamálaráðið setur eina tjóðarnevnd at skipa føroyska arbeiðið við umboðum fyri stjórnarráð, granskingarumhvørvið og aðrar viðkomandi partar
3. Tjóðarnevndin skipar fyri verkstovum fyri at eyðmerkja viðkomandi granskingarvirksemi og semjast um, hvørji verandi og nýggj átøk kunnu gerast partur av Havsins áratíggju
4. Avtala verður gjørd um fígging til arbeiðið hjá tjóðarnevndini við tilhoyrandi almennari fyrisiting og til nýggj átøk
5. Ætlan verður løgd fyri føroyska arbeiðið 2022-2025
Um Havsins áratíggju
Í desember 2017 kunngjørdi ST, at árini 2021-2030 skuldu vera ‘Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning’ (The United Nations Decade of Ocean Science for Sustainable Development).
Havsins áratíggju snýr seg í stuttum um at seta í verk átøk innan havvísindi fyri at fáa eitt reint, burðardygt og mótstøðuført hav ella ‘havið vit ynskja okkum’. Tað er altjóða havnevndin IOC (Intergovernmental Oceanographic Commission) undir UNESCO, sum samskipar Havsins áratíggju.
Endamálið við Havsins áratíggju er at skapa felags karmar kring havvísindi, sum kunnu stuðla londum í at røkka heimsmálunum fyri burðardyggari menning í 2030 (Agenda 2030). Stevnuskráin fyri burðardyggari menning hevur 17 høvuðsmál og 169 undirmál, sum skulu røkkast í tíðarskeiðinum 2015-2030. Ætlanin er, at hvørt landið sær skal røkka málunum við støði í egnum veruleika og raðfestingum.
Tíðindaskriv frá Granskingarráðnum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2022
9.-12. mai savnast heimsins fremstu granskarar innan lús á stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum at leggja fram nýggjastu granskingarúrslitini
– Sum heitið sigur, so er "Sea Lice International Conference" ein altjóða ráðstevna, og er hetta trettanda ferð, at ráðstevnan verður hildin. Upprunaliga ætlanin var, at lúsaráðstevnan skuldi verða í oktober 2020, men hesum forðaði korona fyri. Men nú verður tað, og tað gleða vit okkum til, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling. Tí at savna granskarar at umrøða, viðgera og geva hvørjum øðrum íblástur er so týðandi partur av vitanarframleiðsluni, leggur hon afturat.
Tað er ikki bara aling í Føroyum, ið hevur avbjóðingar við lús. Kring allan heimin eru líknandi avbjóðingar, sum granskarar og vinnan arbeiða við at fáa meiri vitan um. Hetta krevur umfatandi gransking, sum eisini umfatar serfrøði innan fyri fleiri ymiskar vísindagreinir.
Á ráðstevnuni verður ein røð av framløgum innan fleiri høvuðsevni, so sum: Lúsalívfrøði, arvafrøði, viðgerðarhættir, fiskavælferð, modellering og ávirkan á villfisk.
Øll skráin er at finna á heimasíðuni www.sealiceconference.net.
Luttøka á ráðstevnuni er opin fyri granskarum, vinnuni og øðrum, ið hava áhuga at kunna seg um, hvat fremsta gransking hevur at leggja fram um lús og viðkomandi viðurskifti, ið kunnu knýtast at lús og lúsabasing,
Tíðindaskriv frá Fiskaaling
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2022
Farið verður undir verkætlanina í næstum. Mett verður, at liðugt er at byggja seint í heyst
Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um at byggja fimm íbúðir í Sandavági. Talan er um bygging í einari hædd á einum grundøki á umleið 2000 fermetrar á Steigabrekku 24. Jákup á Stongum, arkitektur, hevur gjørt upprunaligu tekningarnar fyri byggingina.
Íbúðirnar verða bygdar í einari lon. Tær verða umleið 80 fermetrar til støddar hvør og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Til hvørja íbúð hoyrir úthús og terassa. Íbúðirnar fara at verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru á økinum.
Farið verður undir verkætlanina í næstum. Mett verður, at liðugt er at byggja seint í heyst. Tá íbúðirnar eru lidnar, verða tær bodnar til leigu til tey, sum eru á bíðilista hjá Bústøðum.
Hetta er triðja byggingin hjá Bústøðum í Vágunum. Frammanundan hava Bústaðir 10 íbúðir í Sørvági - fimm íbúðir á Garðsvegi, sum vórðu bygdar í 2015, og fimm íbúðir Undir Bólheyggi, sum vórðu lidnar í fjør.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2022
Tíggju kvinnur við útlendskum uppruna, sum allar búgva og hava búð í Vágum í styttri ella longri tíðarskeið, fingu prógv handað í føroyskum sum annaðmál
Tað var gleðisdagur í Vágum hósdagin. Tíggju kvinnur við útlendskum uppruna, sum allar búgva og hava búð í Vágum í styttri ella longri tíðarskeið, fingu prógv handað í føroyskum sum annaðmál.
Og tað skuldi sjálvandi hátíðarhaldast á hugnaligari samkomu í skúlanum í Sørvági, har eini 35 fólk vóru komin saman at heiðra luttakararnar, sum fingu prógv.
- Hetta er ein stórur dagur fyri meg og fyri okkum øll. Og eg fegnist stórliga um møguleikan, vit hava fingið við undirvísing á heimabeiti í Vágum, segði Maria M. Nolsøe millum annað í inniligu takkarkvøðuni - á føroyskum.
Maria er ættað úr Venesuela, sum liggur í norðari parti av Suðuramerika. Hon er gift Rúna Nolsøe í Sørvági, og hon hevur búð í Føroyum í fimm ár.
Hinar kvinnurnar eru úr fimm øðrum londum; Peru, Tailandi, Filipsoyggjum, Fraklandi og Serbia.
Tær eru tær fyrstu, sum fáa prógv í Vágum eftir nýggju samstarvsavtaluni millum Tórshavnar Kvøldskúla, Vága kommunu, Sørvágs kommunu og alifyritøkuna Hiddenfjord. Avtalan varð undirskrivað og kom í gildi í september í fjør.
Eitt samstarv, sum higartil hevur víst seg at rigga avbera væl, segði Jógvan Sørin Hansen, leiðari fyri Tórshavnar Kvøldskúla, sum handaði prógvini.
Undirvísingin byrjaði í september í fjør, og níggju tímar hava verið settir av hvørja viku.
Undirvísarar hava verið Petra Olsen og Bjarni Steingrund. Tey lata sera væl at og halda, at tær níggju, sum hesaferð fingu prógv, hava ment seg og tikið seg nógv fram í vetur.
Undirvísing fyri útlendingum í Føroyum er annars ikki nakað nýtt fyribrigdi í Vágum. Í Sørvági var á fyrsta sinni farið undir líknandi átak í 2010, men tað er fyrstu ferð, at undirvísingin er skipað í so tøttum samstarvi við kommunurnar í Vágum og Tórshavnar Kvøldskúla.
Samstarvið er liður í eini størri ætlan um integratión, hvørs endamál er at fáa útlendingar at kenna seg vælkomnar í Føroyum og sum samanrunnin og javnsettur partur av føroyska samfelagnum.
Tórshavnar Kvøldskúli hevur samstarvað við Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið um skipanina undir heitinum ”Føroyskt sum annaðmál”.
Leisturin er skipaður í trimum stigum eftir evropeiska CEFR-stiganum. Tað merkir í stuttum, at útbúgvingin er førleikamennandi og gevur atgongd til víðari lestur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2022
Meðan kommunuskrivstovan í Sunda kommunu er høvuðsumvæld hevur verið húsast í fyribils hølum í Hósvíkar skúla
Nú er loksins klárt hjá kommunuskrivstovuni í Sunda kommunu at flyta inn í hølini á Oyrarbakka aftur. Latið verður upp mánadagin.
Tað var fyri góðum ári síðan, at farið varð undir at umvæla kommunuskrivstovuna á Oyrarbakka. Bygningurin var ótíðarhóskandi og í sera ringum standi, og harafturat høvdu umsitingin og barnaverndin tørv á meira plássi. Tí varð avgjørt at fara undir at høvuðsumvæla bygningin, og taka tann partin av húsinum, har Posta hevur hildið til, upp í kommunuskrivstovuna.
- Sum so ofta, tá farið verður undir at umvæla gamlar bygningar, gjørdist arbeiðið meira umfatandi og nakað drúgvari enn ætlað. Afturfyri hava vit fingið ein fult dagførdan bygning, og eina tignarliga kommunuskrivstovu, har so at siga alt er gjørt av nýggjum, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.
Tekjan, vindeygu og klædningur eru skift. Kvistur er bygdur niðaneftir, og innrætingin er broytt, fyri at fáa fleiri og betri arbeiðspláss. Veggir og loft eru skift so at øll bruna- og ljóðviðurskifti verða yvirhildin. Og eisini eru el- og rørleiðingar lagdar av nýggjum, og oljufýringin er skift út við jarðhita.
Meðan arbeiðið hevur verið í gongd, hevur kommunuskrivstovan húsast í fyribils hølum í Hósvíkar skúla.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2022
Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið at játta fígging til fyrireikingararbeiðið og at seta útstykkingararbeiðið í gongd
Málið um útstykking av 200 búeindum á Argjahamri er nú komið so langt, at Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta fígging at fremja fyrireikingararbeiðið og at seta útstykkingararbeiðið í gongd.
Tá tað í heyst varð farið undir at skipa útstykkingina oman fyri Argjahamar, tá var hægsta raðfestingin at fáa lagt vegin so skynsamt sum gjørligt í lendið, fyri síðani at planleggja ítøkiligu byggingina á staðnum. Yvirskipaða skipanin av økinum er nú liðug.
Tað hevur alla tíðina verið týdningarmikið at fáa lagt vegin rætt, og er fyrsta strekkið av vegnum nú liðugt projekterað og klárt at bjóða út. Talan er um vegastrekkið frá rundkoyringini á Argjahamri og út til vegin hjá festaranum út í grótbrotið á Glyvursnesi.
Strekkið, sum verður boðið út, er umleið 600 metrar. Hetta verður ein sambindingarvegur í útstykkingini, sum hinir vegirnir knýta seg í, og útfrá teimum verða so áleið 200 bústaðir og barnagarðurin knýttir í.
Ætlanin er at fara undir framhaldandi projekteringina av útstykkingini beinanvegin, soleiðis at tá sambindingarvegurin, sum nú fer í útboð, er liðugt bygdur, so er klárt at fara undir írestandi vegir og fyri síðani at bjóða øki til bústaðarbygging út.
Til hesi arbeiði verður mettur ein fíggjarligur tørvur á 6 milliónir, har umleið 4 milliónir krónur fara til bygging av sambindingarvegnum og 2 milliónir fara til framhaldandi planlegging og projektering av útstykkingini.
Tilmæli frá tekniska stjóra, býarverkfrøðinginum og býararkitektinum var at heimila umsitingini at bjóða sambindingarvegin út og at gera sáttmála við vinnandi arbeiðstakaran.
Harumframt at heimila umsitingini at halda fram við projekteringini av útstykkingini, og at játta neyðugu upphæddirnar.
Hetta varð samtykt í byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini. Málið varð einmælt samykt í býráðnum hóskvøldið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2022
Innskrivingin til komandi skúlaár var latin aftur, tá Eysturskúlin lýsti við nýggja forskúlatilboðnum, og tí eru ov fá børn meldað í forskúlan, skrivar Skúlablaðið
Tað var 27. januar, at Tórshavnar býráð samtykti ætlanina um at seta á stovn ein forskúla í Eysturskulanum, og Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur góðkent ætlanina. Men hon má útsetast í eitt ár, so at fyrstu forskúlabørnini í Eysturskúlanum byrja skúlaárið 2023-2024.
Eysturskúlin hevur tikið fyrstu stigini til forskúla og lýst hann væl, men loyvini frá kommununi og fígging komu so seint upp á pláss, at innskrivingin til komandi skúlaár var latin aftur, tá Eysturskúlin lýsti við forskúlanum, og tí eru ov fá børn meldað í forskúla, og er avgerð tikin um at bíða eitt ár.
– Slíkt skal lýsast í góðari tíð, og foreldur hava brúk fyri at hugsa seg væl um. Hjá nógvum er tað ikki ein løtt avgerð at melda barnið í forskúla. Tað ger seg eisini galdandi, at siðvenja ikki hevur verið fyri forskúla í hesum partinum av býnum, har Eysturskúlin er; her eru góðir stovnar, sum hava gott tilboð til tey seks ára gomlu, sigur Eyðna Magnussen, skúlastjóri við Skúlablaðið.
Pláss verður fyri tveimum forskúlaflokkum við tilsamans 48 næmingum í Eysturskúlanum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2022
Sáttmáli um umhvørvisvinarligan graslíkisvøll er undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og Pf. Føroya Møblasølu
Tórshavnar kommuna og Pf. Føroya Møblasøla skrivaðu í vikuni undir sáttmála um veiting av nýggjum graslíkisvølli til vøllin inni í Vika á Argjum – heimavøllin hjá Argja Bóltfelag.
Talan er um ein vøll av slagnum Domo, ið er eitt niðurlendskt merki, og sum nakað nýtt í Tórshavnar kommunu, er talan um ein vøll, ið umframt sand, hevur børk sum ífyllu, og er tað betri fyri umhvørvið enn gummigranulat, ið vanliga hevur verið brúkt, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Umframt nýtt graslíki og stoytdoyvingarlag er eisini ætlanin at flyta vøllin, so hann lýkur galdandi krøv í vallarreglugerðini, umframt eisini at flyta girðing og hegn á norðaru langsíðu.
Kommunan skrivar, at sjálvt arbeiðið við at leggja nýggja graslíkið verður gjørt um mánaðarskiftið mai/juni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2022
Býráðið í Havn samtykti hóskvøldið at broyta almennu byggisamtyktina fyri økið
Tórshavnar býráð hevur samtykt at byggja nýtt røktarheim við 64 búplássum og 16 atknýttum røktaríbúðum í Stórubrekku í Hoyvík. Á Stórubrekku eru umleið 24.000 fermetrar av lendi, sum byggjast kann á.
Økið hevur stórsligið útsýni móti norðuri, eystri og suðri. Økið er óslætt heyggjalendi og liggur út til Dalin Langa, sum er eitt rekreativt øki við gongu/súkklubreyt og uppihaldsøkið við Myllutjørn.
Økið, sum er ogn hjá Tórshavnar kommunu, er fevnt av ásetingini fyri A3 øki í 3. grundumráði í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, sum er lagt til blandaða bústaða- og miðstaðarbygging.
Eitt nýtt røktarheim rúmast ikki innan fyri hesa áseting, tí var neyðugt at broyta almennu byggisamtyktina til D3 øki, ið eru øki sum verða løgd av til stórar almennar stovnar til umsiting, skúlaskap, heilsurøkt og tílíkt.
Tilmælið frá umsitingini var at broyta almennu byggisamtyktina, at farið verður undir at skipa økið við einum røktarheimi og røktaríbúðum, og at farið verður undir at gera eina serstaka byggisamtykt fyri økið.
Hetta varð samtykt á býráðsfundinum í vikuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2022
Talan er um eitt stórt øki, sum ætlanin er at menna til framtíðar bý, nærum eina millión fermetrar
Tilmælið til býráðsfundin í Havn hóskvøldið var at játta umleið 32 milliónir krónur til m.a. keyp av lendi og at heimila umsitingini at gera avtalu við Búnaðarstovuna um at keypa lendið í stigum til framtíðar útstykkingar. Hetta varð einmælt samtykt.
Um hesa tíðina í fjør samtykti býráðið at heimila umsitingini at fara í samráðingar við Búnaðarstovuna um keyp av lendinum til menning av Stórutjørn.
Seinasta árið hevur verið arbeitt við innkomuvegnum, og er arbeiðið við vegnum nú komið so væl áleiðis, at arbeiðsvegurin eftir ætlan verður boðin út fyrsta dagin.
Talan er um eitt stórt øki, sum ætlanin er at menna til framtíðar bý, nærum eina millión fermetrar. Av tí at lendið er so stórt, og býarmenningin ikki kemur at verða framd í einum, so er ætlanin at gera eina avtalu við Búnaðarstovuna um at yvirtaka lendið í stigum, soleiðis at Stóratjørn verkætlanin og ein møgulig vinnuútstykking kann gerast veruleiki, uttan at tørvur er á at ogna sær alt økið í einum.
Tilmælið til býráðið var at játta umleið 32 milliónir krónur til m.a. keyp av lendi og at heimila umsitingini at gera avtalu við Búnaðarstovuna um at keypa lendið í stigum til framtíðar útstykkingar.
Málið skal hava tvær viðgerðir, men varð einmælt samtykt á býráðsfundinum hóskvøldið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2022
Arbeiðið við at dagføra og fríðka sonevndu "Súpanarvíkina" á havnarlagnum á Tvøroyri byrjaði í fjør
Í fjør byrjaði arbeiðið við at dagføra og fríðka sonevndu “Súpanarvíkina” á Havnarlagnum á Tvøroyri. Á sumri í fjør varð dýpt fram við keikantinum, stoypt varð fram við eystara endanum og trappur vórðu gjørdar - hesum arbeiðinum stóð MTV-byggivirkið fyri. Trappan, ið er gjørd, er burtur úr tilfari frá gomlu Tvørakei. Hon varð, sambært góðu keldunum á Tvøroyrar Skjalasavni, bygd í 1924 og síðan aftur longd í 1950-unum.
Í august/september byrjaði arbeiðið við at steinseta snotiliga økið í eystara enda av víkini. Torfinnur Hammer, saman við fólki frá MTV-Byggivirkið, hevur steinsett økið og er hetta sera snotiligt á at líta.
Miðskeiðis á økinum liggur sonevndi “Kobbasteinurin” ið var eitt uppskot frá MTV-Byggivirkið at seta á økið. Sjálvur átti Torfinnur hugskotið at gera ein lítlan hyl í skapi av steininum, niður í flisarnar. Torfinnur skar hylin til og Terji Nielsen, málarameistari, klæddi síðurnar við epoxy og slípaði tær. Til- og frárensl er í hylinum og lokala fyritøkan Bærendsen Teknik hevur lagt ljós í hylin, ið lýsa steinin upp.
Økið er nú eitt prýði fyri býin, men liðugt er ikki enn. Í næstum verður farið undir at gera víkina lidna. Keikantur skal gerast á norðaru síðuni og í samband við dagføring av smábátahavnini vestan fyri Delta Seafood, verða atlit tikin til tungu ferðsluna.
Arbeiðið við at gera norðursíðuna lidna er boðið út til tveir lokalar veitarar og koma tilboðini inn í apríl, til viðgerðar.
Tá arbeiðið er liðugt er økið ein innbjóðandi partur av miðbýnum, ið vónandi fer at skapa trivnað og gleði millum borgarar og vitjandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2022
Lykilin verður givin matstovum og kaffistovum, sum eru atkomuligar fyri fólk, ið bera brek
Í farnu viku fekk kaféin Fiskastykkið í Sandavági handað lykilin hjá MEGD. Við lyklinum varpar MEGD ljós á matstovur og kaféir, sum eru atkomuligar fyri fólk, ið bera brek.
Um átakið skrivar MEGD soleiðis:
– Fólk, ið bera brek, skulu sleppa inn í bygningar, fram at ymisligum umhvørvi og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi. Privatar eindir, sum veita hentleikar og tænastur, sum eru almenningi tøkar, skulu tí eisini vera atkomuligar fyri øll.
Fyrstu lyklarnir hjá MEGD vórðu handaðir í juli 2020, men ætlanin hevur frá byrjan verið at geva fleiri lyklar til mat- og kaffistovur so hvørt tær liva upp til tey fýra atlitini – góð atkoma, atkoma til vesi, møguleiki fyri at fáa ovurviðkvæmis vinarligan mat, góð parkeringsviðurskifti. 18 aðrar matstovur hava fingið MEGD-lykilin.
Á Fiskastykkinum eru tey sera glað fyri viðurkenningina frá MEGD:
– Góð atkoma fyri øll hevur frá byrjan havt stóran týdning á Fiskastykkinum, og nú lyfta eisini er komin ímillum hæddirnar, eru hesi viðurskifti enn betri enn áður, verður sagt í tíðindaskrivi.
Matstovurnar, sum hava fingið Megd-lykilin eru hesar: Glasstovan og Seglloftið á Tvøroyri, Fjørukrógvin í Vestmanna, Burger King og Hornið í SMS, Hotel Runavík, Systrar í Norðurlandahúsinum og hesar matstovur í Havn: Hotel Hafnia, Matstovan á Hotel Føroyum, No. 12, Skeiva pakkhús, Silo og The Tarv.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2022
Í ráðnum sita sjey limir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir við støði í tilmælum, sum ein trímannanevnd hevur gjørt. Tórheðin J. Jensen er formaður
Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, hevur tilnevnt ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.
Í ráðnum sita:
Annika H. Davidsen, Ph.D. í sálarfrøði, tilnevnd fyri 4 ár
Eyðun Jacobsen, Ph.D. í teldufrøði, tilnevndur fyri 2 ár
Gunnvør á Norði, Ph.D. í lívfrøði, tilnevnd fyri 2 ár
Jan Rasmussen, Ph.D. og serlækni í hjartasjúkum, tilnevndur fyri 4 ár
Ragnheiður Bogadóttir, Ph.D. í umhvørvismálum, tilnevnd fyri 2 ár
Sóley H. Hammer, MA í løgfrøði, tilnevnd fyri 4 ár
Tórheðin J. Jensen, formaður, Dr. í Business Administration, tilnevndur fyri 4 ár
Ráðið er sett sambært kunngerð um tilnevning av limum í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan við heimild í lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan frá 7. juni 2020.
Í ráðnum sita sjey limir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir við støði í tilmælum, sum ein trímannanevnd hevur gjørt.
Uppskotini, sum trímannanevndin hevur viðgjørt, eru innkomin við almennari lýsing, har borgarar, stovnar og fyritøkur hava havt møguleika at koma við uppskotum um ráðslimir. Limirnir sita fyri fýra ár, tó at tað hesaferð eru valdir 3 limir fyri 2 ár, tí at ráðið fyri fyrstu ferð er sett.
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan ráðgevur Føroya Landsstýri og vinnu um yvirskipaða føroyska politikkin, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.
Ráðið fær virknað frá 31. mars 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2022
Aðalfundur var seinasta leygardag, og tá vóður Ólavur Østerø og Róvi K. Hansen nývaldir
Seinasta leygardag hevði Maskinmeistarafelagið ársaðalfund.
Á nevndarvalinum stóðu John Højsted og Jóhan Mørkøre fyri vali, og John Højsted, sum hevur sitið leingi í nevndini, boðaði frá, at hann tók ikki við afturvali.
Í nevndina vórðu síðani valdir Ólavur Østerø og Rógvi K. Hansen. Teir eru báðir nývaldir.
Til tiltakslimir vóru valdir Poul Heri Selfoss og Róald Johannesen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2022
- Nullhugsjónin er framvegis málið. Eingin skal doyggja ella fáa álvarslig mein í ferðsluni, og tí mugu vit áhaldandi upplýsa og ávirka, soleiðis at tað verður trygt bæði hjá bleytu og hørðu ferðsluni. Hetta sigur Jónhild Rasmussen eftir aðalfundin, har hon eisini nenvdi manglandi hagtøl í samband við vanlukkur
- Eg vil halda á við góða arbeiðinum og góðu gongdini, sum Ráðið fyri ferðslutrygd hevur havt seinastu árini. Nullhugsjónin er framvegis málið. Eingin skal doyggja ella fáa álvarslig mein í ferðsluni, og tí mugu vit áhaldandi upplýsa og ávirka, soleiðis at tað verður trygt bæði hjá bleytu og hørðu ferðsluni
Hetta sigur Jónhild Rasmussen, ið er nýggj nevndarforkvinna í Ráðnum fyri ferðslutrygd. Hetta varð hon vald til fríggjadagin, tá ið Ráðið fyri Ferðslutrygd hevði ársaðalfund.
Jónhild Rasmussen tekur yvir fyri Kára Thorsteinsson, sum hevur verið nevndarformaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd seinastu 15 árini.
Av ítøkiligum málum nevnir nýggja nevndarforkvinnan stóra tørvin á eini skaðanevnd.
- Okkum manglar hagtøl yvir vanlukkurnar. Ein skaðanevnd hevði givið okkum vitan um, nær og hví vanlukkurnar henda - umframt betri hagtøl, sum heild. So tað er avgjørt nakað, vit arbeiða fram ímóti.
Hetta kemur fram í tíðindaskrivi frá Betri Trygging, ið var ein av stigtakarunum til Ráðið fyri Ferðslutrygd og hevur átt fastan nevndarlim líka síðani, eins og felagið hevur verið ein av høvuðsstuðlunum øll árini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
Esther Margreth Petersen er sett í parttíðarstarv á skrivstovuni hjá LGBT+ Føroyar
1. mars varð Esther Margreth Petersen sett í parttíðar starv á skrivstovuni hjá LGBT+ Føroyar. Esther er frammanundan við í nevndini í LGBT+ Føroyar. Við góðum hølum mitt í býnum og eini góðari og virknari nevnd var neyðugt at seta fólk í parttíðar starv, sum kundi samskipa og taka sær av teimum nógvu og ymisku uppgávum, sum LGBT+ Føroyar hevur.
Esther og kona hennara, Fía, eru fluttar heim aftur eftir at hava lisið og búð í London í nøkur ár. Tær eru partur av tí ráki, vit hava sæð seinastu tíðina, har nógvir lgbt+arar flyta heim eftir ár í útlondum.
Esther er 29 ár, og hevur eina bachelor í enskum bókmentum, við denti á millum annað queer bókmentir, og eina master í at undirvísa í enskum sum annað mál. Harafturat tekur hon hjánám í føroyskum á Setrinum. Esther hevur ymiskar arbeiðsroyndir frá millum annað almannaverkinum, dagstovnum og kundatænastu og samskipan í London frá Royal Collection Trust og the Postal Museum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2022
Serbiski flogbóltsvenjarin hevur master í ítróttaundirvísing og undirvísir á Kambsdali
Í vikuni var Boban Ilic, lærari í ítróttum til endaliga próvtøku í verkliga partinum av námsfrøðiligu útbúgvingini.
Boban, sum hevur master í ítróttaundirvísing, er ættaður úr Serbia, og kom upprunaliga til Føroya sum venjari hjá ÍF Flogbólti, har hann er enn.
Hann hevur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali síðan 2013, tá hann eisini tók námsfrøðiliga innleiðsluskeiðið. Skúlaárið 2021-2022 slapp hann umsíðir framat at taka námsfrøðiligu útbúgvingina, sum allir lærarar í føstum starvi skulu taka, og í gjár var so verkligi parturin liðugur. Ástøðiligi parturin endar við eini skrivligari próvtøku á Námsvísindadeildini móti sumri, skrivar heimasíðan kambsdalur.fo.
Innanhýsis vegleiðari í ítróttum hevur verið Turið Petursdóttir. Uttanhýsismetari hevur verið Eyðstein Simonsen. Námsleiðari var Joan Mohr.
Boban Ilic í støðuni, sum kanska flest kenna hann, sum venjari hjá ÍF Flogbólti (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
15 heilsurøktarar og sjúkrahjálparar vórðu heiðrað fyri at hava verið í sama starvi í 25 til 40 ár
Í vikuni var hátíðardagur á Hamragarði í Vági.
Heilsurøktarafelagið heiðraði 15 heilsurøktarar og sjúkrahjálparar, sum starvast á Suðuroyar sjúkrahúsi og í Bú- og heimatænastuni í Suðuroy.
Hesi vórðu heiðrað fyri at hava verið í sama starvi í 25 til 40 ár.
- Vit eru takksom fyri møguleikan at viðurkenna hesi heilsustarvsfólk, og at hátíðarhalda tey við eini hugnaløtu í Vági, nú tey hava havt starvsdag. Hjartaliga til lukku, tit øll, sigur Heilsurøktarafelagið.
Frá vinstru: Jón Pauli Olsen, Maureen Augustinussen, Elin Brimstrond Thomasen, Fríðbjørg Hammer, Maibritt Toftum Jacobsen, Helena Mikkelsen, Vónbjørt á Hólum, Elsebeth Samuelsen, Hervør Jespersen, Daniella Lisberg og Mariann Joensen.
Anna-Britt Eið, Ella eystan Á, Mary Samuelsen og Peina Poulsen vanta á myndini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2022
Ein av afturvendandi hátíðarligu pørtunum av Dansibandsfestivalinum er gudstænastan, sum er í Vágs Høll leygardagin á Dansibandsfestivalinum
Dansibandsfestivalur er í Vági í døgunum 6. og 7. mai.
Ein av afturvendandi hátíðarligu pørtunum av Dansibandsfestivalinum er gudstænastan, sum er í Vágs Høll leygardagin festivalinum. Í ár verður tað ein prestur úr lokalumhvørvinum, Steintóra Gleðisheygg Joensen, sum verður prestur til Dansibands-gudstænastuna.
Steintóra varð prestvígd í Havnar kirju í apríl í fjør, og er í løtuni fyribilssett sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2022
DR1 leitaði m.a. í Føroyum eftir ‘krígsbarninum’ Ernst, sum hevði føroyska mammu
Danmarks Radio vísti mánakvøldið eina sending í røðini “Forsvundne Arvinger”. Talan er um eina røð, har sjónvarpsstøðin hjálpir advokatum at leita eftir arvingum til fólk, sum eru deyð uttan at nakar arvingi hevur givið seg til kennar.
Sendingin ‘Krigsbarnet’ snúði seg um Ernst, sum doyðií fjør, 75 ára gamal.
Ernst átti ongi børn, og bústjórin hevði ikki funnið fram til nakran, sum kundi arva tað, ið lá eftir hann, millum annað fyriui søluna av húsunum, hann búði í.
Í sendingini verður funnið fram til, at mamman var við barn og skuldi giftast við pápanum til barnið móti endanum av krígnum. Men 21. mars doyði pápin, tá sameindu flogførini bumbaðu Shellhúsið í Keypmannahavn.
Tað vísir seg, at pápin arbeiddi fyri týskararnar undir hersetingini.
(Skíggjamynd: DR)
Í sendingini verður funnið fram til, at mamman var fødd í Føroyum, og í hesum sambandi eru tey eisini í Føroyum fyri at frætta meira um mammuna, leita eftir skjølum á Landsskjalasavninu og annars lýsa støðuna her tá undir krígnum.
Henda Johanne Christine Petersen, fødd Andreasen, er dóttir Andreas Marius Andreasen, vanliga nevndur Seglmakarin, og konuna Maren Sofie í Havn. Johanne Christine doyði í 1965.
Umframt at lýsa føroysku støðuna undir krígnum, nemur sendingin eisini við umstøður, sum snúgva seg um kollaboratørar, landasvíkjarar, undir krígnum og støðuna hjá týska minnilutanum í Suðurjútlandi eftir kríggið.
Tað eru bert eftirkomarar og systkin, sum kunnu arva. Og eftir langan umveg fann sendingin fram til ein arvinga. Hvussu verður ikki avdúkað her.
Sendingin sæst á heimasíðuni hjá Danmarks Radio
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
Jarðarinnar tími – Earth Hour – 2022 er ásettur at vera í kvøld millum klokkan 20.30 til 21.30. Í Havn verður skipað fyri einum túri niðan á Kongavarða, haðani gongufólkið eygleiðir býin, meðan ljósini sløkna
Átakið Earth Hour er lætt at vera við í. Sløkk ljósið í ein tíma! Nýt tíman til at gera okkurt, sum er jaligt, og ger mun fyri okkum menniskju og okkara heimstað, Jørðina.
Earth Hour rørslan er vaksin ár undan ári, og í Føroyum var Tórshavnar kommuna fyrst at taka undir við henni. Síðani 2009 hevur kommunan sløkt gøtuljós og skipað fyri tiltøkum hendan tíman í mars.
Í ár ber til at koma við ein túr í myrkrinum niðan á Kongavarða oman fyri Argir, haðani gongufólkið eygleiðir býin, meðan ljósini sløkna. Túrurin byrjar við skúlan á Argjahamri kl. 19.30. Forkvinnan í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar býráð, Bjørg Dam, heldur røðu uppi við varðarnar beint áðrenn sløkt verður, og Jón Aldará, lívfrøðingur, hevur hugleiðingar í myrkrinum. Eisini verður livandi tónleikur.
Altjóða Earth Hour-stigtakararnir siga á heimasíðuni earthhour.org, at fyrsta mál hjá rørsluni var at gera vart við veðurlagsbroytingarnar, men at síðani er oyðingin av djóra- og plantusløgum vorðið eitt líka týdningarmikið mál. Her eru sjey uppskot frá Earth Hour til, hvussu vit kunnu nýta Jarðartíman:
Tórshavnar kommuna sløkkir ein stóran part av gøtuljósunum í Havn hendan tíman frá klokkan hálvgum níggju.
Niðan á Gjógvaráfjall
Í Vági verður eisini farið niðan í fjøllini at hyggja meðan gøtuljósini í kommununi verða sløkt. Skipað verður fyri túri niðan á Gjógvaráfjall.
Við á túrinum er Mortan Mortensen, og gingið verður frá plantaguni klokkan 19.30. Uppi á Gjógvaráfjallið fær gongufólkið so møguleika at síggja útyvir Vág og Vágsfjørð uttan órógv frá ljósinum frá bygdini.
Vágs kirkja hevur aftankvirru, og kirkjan verður bert lýst upp við livandi ljósum.
Njóta útsýnið av Hválinum
Á Tvøroyri verður skipa fyri gongutúri, ið byrjar við Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusagn.
Savna inn til Ukreina
Í Miðvági er tað ungdómurin í Virkishúsinum við Ánna, sum skipar fyri Earth Hour í Vága kommunu. Tey bjóða til eitt hugnakvøld í bygdarhúsinum í Miðvági fyri at varpa ljós á umhvørvi og teirra framtíð. Samstundis verður tiltakið skipa sum ein innsavning fyri flóttum úr Ukraina.
Tiltakið byrjar kl. 19.30. Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin. Lyon Hansen fer at framføra nakrar sangir. Og tá Earth Hour byrjar kl. 20.30 verða ljósini sløkt inni bygdarhúsinum og í allari kommununi, og tá verða felagssangir sungnir.
Eisini Runavíkar og Klaksvíkar kommunur hava boðað frá, at tey eru við í Earth Hour-tiltakinum, og tey heita á borgarar, vinnulív, stovnar og onnur um at sløkkja ljósini henda tíman og verða við at stuðla heimsumfatandi tiltakinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2022
Tiltakið úti á Tinganesi er samstundis eitt stuðulstiltak fyri neyðstødd í Ukraina
Í dag verður møguleiki hjá almenninginum at hyggja inn undir gólvið í Stokkastovuni saman við fornfrøðingunum á Tjóðsavninum.
Saman við starvsfólkum á Løgmansskrivstovuni skipa starvsfólk á Tjóðsavninum fyri stuðulstiltaki, har peningurin ið kemur inn, fer óskerdur til hjálpararbeiði í Ukraina umvegis Reyða Kross.
Samstundis er hetta síðsti møguleiki at hyggja undir gólvið í Stokkastovuni og síggja arbeiðið hjá fornfrøðingunum. Ymiskir lutir frá grevstrinum verða sýndir fram uttan fyri Stokkastovuna.
Hvørt korter greiða fornfrøðingar frá útgrevstrinum inn í Stokkastovuni. Avmarkað pláss er til hvørja rundvísing. Starvsfólk frá Løgmansskrivstovuni bjóða ein kaffimunn.
Tiltakið er fyri øll og er ókeypis, men møguleiki er fyri at stuðla neyðstøddum í Ukraina við einari peningagávu. Stuðulstiltakið verður millum klokkan 11 og 13.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
– Seinastu tvey árini hava verið heilt serlig. Og hóast vit nú hava sagt virusinum og koronu farvæl, er líkt til, at fleiri heimsfarsóttir kunnu koma í framtíðini og leikurin er ætlaður sum eitt íkast til samrøðu um kyknur og verjuskipan, virus og aðrar hóttarnir, sum kroppurin møtir hvønn dag
Føroysk børn kunnu gleða seg til stórar palllistaligar upplivingar í hesum døgum. Tjóðpallurin bjóðar skúlanæmingum, børnum og foreldrum nýskrivað, upplýsandi ævintýr, og í samstarvi við Opera.fo verður barnaopera eftir Mozart á skránni.
Nýskrivaði og aktuelli leikurin "Krím ABC", eftir Kristinu Sundar Hansen, samansjóðar vísindi og ævintýr og er ein upplýsandi og undirhaldandi ferð inn í kroppin og heilt inn í kyknurnar. Hann snýr seg um æviga bardagan millum virus og verjuskipan, men eisini um Sørin og læsta skattkamarið hjá kongi.
– Seinastu tvey árini hava verið heilt serlig. Og hóast vit nú hava sagt virusinum og koronu farvæl, er líkt til, at fleiri heimsfarsóttir kunnu koma í framtíðini og leikurin er ætlaður sum eitt íkast til samrøðu um kyknur og verjuskipan, virus og aðrar hóttarnir, sum kroppurin møtir hvønn dag, sigur Kristina Sundar Hansen.
Sýningin er skapt á gólvinum saman við leikbólkinum, ið telur Hjálmar Dam, Nicolaj Falck, Vár Bech Árting og Sámal Hildibjartsson Hansen. Í fyrsta umfari verður vitjað á skúlum kring landið, men seinni í vár verða eisini almennar sýningar á Tjóðpallinum.
1. apríl verður "Gandafloytan" eftir Mozart sum føroysk barnaopera frumsýnd á Tjóðpallinum. Har hitta vit prinsin Tamino, prinsessuna Paminu, fuglafangaran Papageno, fuglagentuna Papagenu, tey trý gátuføru børnini, Náttardrotningina, tær tríggjar damurnar, Monostatos, prestarnar og høvuðsprestin í Vísdómstemplinum, Sarastro.
Leikarar og sangarar eru Birita Adela Davidsen, sopran, og Douglas Yates, bariton, umframt 14 gentur í aldrinum 8-12 ár úr leikbólkinum hjá Tórshavnar Kvøldskúla. Annfinnur Heinesen er leikstjóri og frásøgufólk og Jóhannes Andreasen er kapellmeistari.
"Gandafloytan" er ein nýggj og spennandi samstarvsverkætlan millum Opera.fo, Tórshavnar Kvøldskúla og Tjóðpall Føroya.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2022
Konsertin, sum upprunaliga var sett á skrá í 2020, verður 7. mai 2022 í Nebo á Toftum
Konsertin við norska Ole Børud, sum upprunaliga skuldi vera í apríl 2020, er nú endiliga sett aftur á skrá. Konsertin verður leygardagin 7. mei kl. 22 í Nebo á Toftum.
Tað er Gjamma-Live sum skipar fyri konsertini, og fegnast vit um enn eina ferð at gera brúk av framúr góðu hølunum í Nebo og samstarvið við fólkini har rundanum.
Ole Børud er av kendari tónleikara-familju. Pápin, Arnold Børud, er navnframur innan andaliga tónleikaheimin í Noregi, og vaks Ole upp í einari sannari sang-familju. Familjubólkurin Børud-Gjengen – seinni Arnold-B Family – var virkin í 80’unum og 90’unum.
Eftir at Ole Børud byrjaði sína egnu songleið í 90’unum hevur hann roynt seg innan ymsar tónleika-greinar, heilt frá heavy metal til popp. Seinastu árini hevur tónleikur hansara tó mest verið merktur av ”soul” og ”funk”, eins og hann hevur verið ein av forsprákarunum innan endurreisnina av ”west-coast-pop” sjangruni.
Í februar í ár lat Ole Børud útgávuna ”Soul Letter” av hondum, og ber hon brá av ”old-school-soul” við sterkum árini av ”rhythm & blues”.
Konsertin í Nebo er partur av rundferð hansara til frama fyri nýggju útgávuna – men teir kendu góðu gomlu vera eisini at hoyra. Ein konsert við Ole Børud er eitt satt tónleikaupplivilsi av slíkum slag, sum bara kann upplivast ”live”.
Ole ferðast við fullum tónleikabólki við blásarum, og frá fyrsta tónasláttri verður áhoyrarin tikin inn í eitt tónleika-univers, har trupult er at lata føturnar standa í frið. Tískil hava fyrireikarnir bert sett nøkur fá sitipláss til sølu, hetta verður ein konsert sum flest øll vilja uppliva upp á standandi fót!
Hesir tónleikarar manna bólkin hjá Ole Børud á konsert-ferðini: Trummur: Ruben Dalen. Bass: Lars-Erik Dahle. Guitar: Markus Lillehaug Johnsen. Tangentar: Frode Mangen. Trompet: Jens Petter Antonsen. Saksofon: Børge Are Halvorsen. Trombon: Even Kruse Skatrud.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
Filmshúsið skipar fyri skeiði innan handrit, kanningararbeiði, casting og upplestri
Aftan á trý sera væleydnað skeið síðani ársskiftið, skipar Filmshúsið fyri uppaftur einum skeiði, hesaferð fyri filmsfólk og leikarar.
Tað eru Per Fly og Charlotte Fich, ið fara at greiða frá um samstarvið, ið er millum leikara og leikstjóra í filmshøpi. Í tveir dagar verður undirvíst í arbeiðshættum í høvuðsheitum innan handrit, kanningararbeiði, samrøðu, casting og upplestri.
Per Fly er ivaleyst mest kendur fyri verkini “Bænken”, “Arven” og “Drabet”. Harumframt hevur hann eisini leikstjórnað fleiri spælifilmar og sjónvarpsrøðir m.a. “Bagstabbing for beginners” og seinastu partarnar av sjónvarpsrøðini “Borgen”.
Sjónleikarin Charlotte Fich er m.a. kend fyri sín leiklut í sjónvarpsrøðini “Rejseholdet” og “Borgen”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
Verður skipari á eini hálvtárs langari ferð út til altjóða ISS rúmdarstøðina
Danski astronauturin Andreas Mogensen skal út aftur í rúmdina. Tað er nú avgjørt, at hann verður við á einum túri út til altjóða ISS rúmdarstøðina í juli mánaði næsta ár ella í 2024, skrivar Danmarks Radio.
Tíðindini vórðu avdúkað á eini rúmdarráðstevnu, sum hósdagin varð hildin á DTU, Danmarks Tekniske Universitet, í Lyngby.
Hetta verður onnur ferðin hjá Andreas Mogensen út í rúmdini. Í 2015 gjørdist hann fyrsti danin uttan fyri jarðaratmosferuna, tá hann var í knappar 10 dagar úti á ISS rúmdarstøðini.
Nú skal hann á eina longri ferð, sum fer at taka eitt hálvt ár.
- Tað er risastórt, at Andreas nú skal avstað aftur. Tað er ein viðurkenning av, at tað, hann gjørdi seinast, er væl gjørt, sigur Michael Linden-Vørnle, astrofysikari og leiðandi ráðgevi hjá DTU Space við dr.dk.
Andreas Mogensen verður skipari á ferðini, ið verður við einum Crew Dragon-rúmdarfari hjá SpaceX rúmdarfyritøkuni hjá Elon Musk.
- Tað er stórt, at tað er ein evropeiskur astronautur, sum sleppur at vera skipari á einum amerikanskum rúmdarfari. Tað er bæði ein viðurkenning av Andreas og ein viðurkenning av eftopeiskum astronautum undir ESA, sigur Michael Linden-Vørnle.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2022
Hon var amerikansk uttanríkisráðkvinna í tíðarskeiðinum 1997 til 2001
Fyrrverandi amerikanska uttanríkisráðkvinnan, Madeleine Albright, er deyð, 84 ára gomul.
Tað váttaði familja hennara í gjár. Í eini fráboðan siga tey, at Madeleine Albright doyði av krabbameini við familju og vinum rundan um seg.
- Vit hava mist eina kærleiksfulla mammu, ommu, systir og vin, verður sagt í fráboðanini á Twitter.
Albright var fyrsta kvinna við evstu ábyrgd av amerikanska uttanríkispolitikkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Hon var ráðkvinna undir Bill Clinton, forseta í árunum frá 1997 til 2001. Í árunum 1993 til 1997 var hon amerikansk sendikvinna í ST.
Madeleine Albright varð fødd í Prag í Kekkoslovakia og fekk navnið Marie Jana Korbelová. Tá Týskland undir leiðslu av Hitler gjørdi innrás í landinum, flýggjaði familjan til London, har tey upplivdu ógvusligu týsku bumbingina av enska høvuðsstaðnum.
Í 1948, tá hon var 11 ára gomul, flutti familjan til USA.
Hon fekk ein katólskan uppvøkstur, men tað var ikki fyrr enn hon varð vorðin vaksin og foreldrini langt síðan vóru deyð, at hon fann útav, at hon var av jødiskari ætt, hevur hon skrivað í endurminningum sínum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2022
Ukrainski forsetin vísir á, at kríggið ikki bert er móti Ukraina, men móti frælsi yvirhøvur
Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, heitir nú á allan heim um at fara út á gøturnar og mótmæla móti Russlandi.
Tað ger hann í eini røðu, hann hevur lagt út á Facebook og aðrar sosialar miðlar..
Hann vísir í videofilminum á, at hetta ikki bert er eitt kríggj móti Ukraina.
- Komið út úr skrivstovum tykkara, komið út úr heimunum, komið úr skúlunum. Komið í friðarinnar navni við ukrainskum symbolum fyri at stuðla Ukraine og fyri at stuðla frælsi..., sigur Zelenskyj millum annað.
Í fleiri stórum býum, eitt nú Berlin New York og Paris hava verið mótmæli móti Russlandi.
Hósdagin var ein mánaður síðani at Russland byrjaði innrásina í Ukraina. Sambært ST vóru tá 3,6 milliónir ukrainar flýddir úr landinum, nógv tey flestu, 2,14 milliónir til grannalandið Poland. 6,5 milliónir ukreinar eru rýmd úr heimum sínum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2022
Eitt Boeing 737-800 datt niður mitt á túrinum – slíkt er óvanligt
Ongi fólk eru funnin á lívi frá einum Boeing flogfari, sum mánadagin datt niður í Kina. Tað upplýsir almenna kinesiska sjónvarpsstøðin CCTV, sambært AP.
132 fólk vóru við flogfarinum. Enn er óvist hvat orsøkin er til, at flogfarið datt niður.
Tað er komið fram, at flogfarið hjá China Eastern Airlines knappliga misti hædd og datt niður nærhendis býin Wuzhou í fjallalendinum í Guangxi-landslutinum í Útsynningskina, og eldur kom í.
Flogfarið fleyg við sjálvstýrara í 842 kilometra ferð í 29.000 fót hædd, tá tað knappliga misti hæddina niður til 7.400 fót. Síðani vann tað seg 1.200 fót uppaftur áðrenn tað aftur byrjaði at falla.
Tað vísa dátur frá Flightradar24, sum eygleiðir alla flogferðslu. Sambandið við flogfarið kvettist 96 sekund eftir at tað byrjaði at missa hædd.
Flogfarið var seks ára gamalt av slagnum Boeing 737-800.
Hetta er slagið undan 737 MAX-flogførunum hjá Boeing, sum fingu bann fyri at flúgva eftir tvær flogvanlukkur í 2018 og 2019.
China Eastern Airlines eigur yvir hundrað flogfør av slagnum Boeing 737-800. Tey eru øll fyribils parkerað (Mynd: EPA)
Tað er rættiliga óvanligt, at flogfør detta niður mitt undir flúgving, skrivar Ritzau.
Amerikanski flogmyndugleikin FAA, upplýsir, at átta út av tíggju flogvanlukkun henda antin beint eftir fráferð ella beint áðrenn komu.
China Eastern Airlines hava støðgað allari flúgving við sínum flogførum av slagnum Boeing 737-800. Sambært Flightradar24 hevur felagið 109 slík flogfør.
Seinast ein álvarslig vanlukka hendi í Kina við ferðafólkaflogfari var í 2010, tá eitt flogfar við 96 fólkum umborð datt niður í vánaligum sýni. Tá doyðu 44 fólk, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
Hann luttók í álopinum á Kongressina 6. januar 2021, og er hann m.a. skuldsettur fyri at brúka harðskap móti løgregluni
Ein 48 ára gamal maður, sum luttók í álopinum á amerikansku Kongressina í januar í fjør, hevur fingið politiskt friðskjól í Hvítarusslandi.
Hann sigur við hvítarussisku tíðindastovuna Belta, at hann hevur verið útsettur fyri "politiskari mannajagstran" í USA, har hann hevur seks skuldsetingar ímóti sær. Millum annað er hann skuldsettur fyri at brúka harðskap móti løgreglufólki.
Sambært myndugleikunum í Hvítarusslandi hevur maðurin fingið loyvi at vera í landinum í óásetta tíð.
– Eg eri glaður fyri, at Hvítarussland hevur tikið sær av mær. Eg eri illur um, at eg nú eri í einari støðu, har eg havi trupulleikar í mínum egna landi, sigur hann sambært Ritzau.
Maðurin var ein av túsundatals viðhaldsfólkum hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum 6. januar 2021 lupu á Kongressina fyri at forða fyri, at valsigurin hjá Joe Biden formliga varð góðkendur. Hesi mótmælisfólkini vildu vera við, at tað var valsvik, sum var orsøkin til, at Biden varð kosin vinnari av forsetavalinum í november 2020.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2022
Eftir at hava verið tjúkt í mjørka lýsti bráddliga í aftur fyri vindmylnulundini á Gellingarkletti mánadagin
Tá komu fyrstu sektiónirnar av tí fyrsta vindmylnutorninum við lastbilum á staðið. Alt gekk upp á stás, og seinnapartin vóru tveir teir fyrstu partarnir av torninum settir upp.
Tilsamans vera har seks vindmyllur. Hvørt tornið er í fýra pørtum og er 91,5 metrar høgt. Teir fyrstu tornpartarnir komu av Oyrareingjum og munnu verða størsti flutningurin nakrantíð á føroysku vegunum. Í vikuni helt flutningurin fram, og sunnudagin koma tornhúsar og bløð við skipi úr Esbjerg.
Ætlanin er at taka vindmylnulundina hjá Vindrøkt í brúk í juni. Men tær myllurnar verða so royndarkoyrdar í apríl og mai. Kostnaðurin er umleið 200 milliónir sambært stjóranum, Jóhan í Niðristovu. Eigarar av vindmyllunum eru feløgini Vindrøkt og Effo.
Verkætlanin hjá Effo og Vindrøkt er at seta seks Vestas V117 – 4.2MW vindmyllur upp á Gellingarkletti. Nýggja vindmyllulundin fer at framleiða orku svarandi til el-nýtsluna hjá øllum sethúsum í Føroyum, og svarar hetta til uml. 26 prosent av samlaðu el-framleiðsluni í Føroyum.
Samlaði framleiðslumátturin er 25,2 MW og kann vindmyllulundin væntandi framleiða 100 GWT árliga.
Vindrøkt, sum er partur av hesi stóru verkætlanini, var fyrsta felagið at veita føroyingum orku úr vindi á búskaparligum grundarlagi, og hevur Jóhan í Niðristovu verið undangongumaður innan grønar orkuloysnir. Jóhan í Niðristovu er stjóri í felagnum.
Sambært heimasíðuni hjá Effo framleiðir Vindrøkt longu orku úr vindi og hevur stórar ætlanir um at gera nýggjar vindmyllulundir og hevur eisini fleiri øki klár til endamálið.
Effo hevur veitt orku til føroyingar í 100 ár, og ynskir felagið at gera hetta framhaldandi. Politiskt eru sett greið mál fyri, at øll orkunýtsla á landi skal vera grøn í 2030. Sum orkufelag sigur Effo seg ynskja eisini at arbeiða fyri at føra Føroyar fram á eina grønari leið.
Við at eiga helmingin í Vindrøkt, er Effo við til at framleiða grøna orku burturúr vindmyllulundini hjá Vindrøkt á Mýrunum í Vestmanna, og nú eisini frá hesi stóru verkætlanini á Gellingarkletti.
- Fyri Effo er dagurin í dag ein stórur dagur. Felagið hevur sett sær stór mál innan grøna orkuskiftið, og fegnast vit tí um at verkætlanin er komin so væl áleiðis og skjótt kann framleiða grønan streym til føroyska samfelagið, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.
Tá veingirnir, sum eru 57 metrar hvør, koma til landið, skulu teir koyrast av Signabø á Gellingarklett.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2022
Oljunýtslan skal minka við einari helvt komandi 10 árini og fer hetta at raka allar útlátsbólkar í samfelagnum siga umboð fyri fimm flokkar, ið hava lagt uppskot fyri tingið um útláts-, orku- og veðurlagspolitikk
Umboð fyri teir fýra flokkarnar í landsstýrinum Christian Andreasen vegna Fólkaflokkin, Helgi Abrahamsen vegna Sambandsflokkin, Bill Justinussen vegna Miðflokkin og fyri tveir flokkar í andstøðu, Ruth Vang vegna Framsókn og Kristin Michelsen vegna Sjálvstýri, hava lagt uppskot fyri løgtingið til samtyktar um mál Føroya at minka útlátið av vakstrarhúsgassi komandi 10 árini og uppskot til dagførdan orku-og veðurlagspolitikk.
Uppskotstillararnir heita á landsstýrið um at seta átøk í verk, sum minka útlátið av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi 30 prosentum komandi 10 árini í mun til útlátið í 2010. Ein dagførdur orku-og veðurlagspolitikkur verður karmur um tíðarfesta virkisætlan komandi árini.
Í viðmerkingunum til uppskotið siga tey fimm tingfólkini m.a.:
“Løgtingið og landsstýrið hava tikið undir við ávikavist Veðurlagssáttmálanum og París-avtaluni, sum nú leggja bindingar á heimsins lond um - eftir førimuni - at minka útlátið av vakstrarhúsgassi, so hitalagið á jørðini ikki hækkar meira enn í mesta lagi 1,5-2,0 stig við aldaskiftið samsvarandi tilmælinum frá altjóða veðurlagsnevndini IPCC.
Okkara mál at minka útlátið av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi 30 prosentum merkir, at í 2032 skal útlátið av vakstrarhúsgassi vera lægri enn 525.000 tons CO2-eindir í mun til umleið 750.000 tons CO2-eindir í 2010. Hildið verður, at talan er um ambitiøst mál, tí ein 30 prosent minking í mun til útlátið í 2010 svarar til nærum 50 prosent minking í mun til útlátið, sum tað var í 2020, tá samlaða útlátið fór upp um 1 mió. tons CO2-eindir.
Umroknað til olju merkir hetta, at oljunýtslan skal minka við einari helvt komandi 10 árini og fer hetta at raka allar útlátsbólkar í samfelagnum, sum vit kenna frá árligu uppgerðunum hjá Umhvørvisstovuni.
Fyri at fyribyrgja ógvusliga upphiting av jørðini er altjóða tilmælið, at alheims útlátið av vakstrarhúsgassi í 2030 skal vera 45 prosent lægri enn í 2010, og at nettoútlátið skal vera burtur í 2050.
Samstundis verður álagt øllum londum – eftir førimuni – at seta sær egin mál at minka útlátið av vakstrarhúsgassi. Londini kring heimin eru ymisk og hava ymiskar fortreytir og ambitiónir fyri at minka útlátið av vakstrarhúsgassi. Summi lond seta sær hægri mál enn tilmælt, meðan onnur seta sær lægri mál, tó uttan at koma í andsøgn við krøvini í Veðurlagssáttmálanum og í Parísavtaluni.
Føroyska málið um 30 prosent minking verður hildið at vera í samsvari við grein 3, stk.1 í Veðurlagssáttmálanum og grein 4 í Parísavtaluni, sum áleggja londunum eftir førimuni at verja verðurlagsskipanina og at áseta so víðtøkin ella ambitiøs mál, sum umstøðurnar í landinum loyva.
Mett verður, at Føroyar kunnu seta enn hægri og meiri víðtøkin mál, tá brúkiligar og kappingarførar loysnir eru lætt atkomuligar hjá okkara skipaflota, og tí skulu okkara mál regluliga endurskoðast.
Orku-og veðurlagspolitikkur Føroya
Eitt uppskot til orku- og veðurlagspolitikk, dagf. 15. apríl 2021, er gjørt við umleið 25 átøkum at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi.
Uppskotið hevur verið í almennari hoyring og hevur verið viðgjørt í politisku flokkunum og í politisku skipanini. Tað er hetta uppskotið, sum hevur verið grundarlag undir politisku samráðingunum og sum er ætlað sum karmur fyri, hvørji átøk skulu fremjast komandi árini.
Tað eru sjálvsagt aðrir møguleikar eisini, og frameftir fara óivað fleiri at vísa seg, og tí er einki til hindurs fyri, at fleiri átøk koma, sum fara at gera sítt til, at vit skjótari koma fram á grønu leiðini. Uppskotið til orku-og veðurlagspolitikk varð lagt fram í 2021,og síðani eru árstølini broytt samsvarandi politisku ynskjunum.
Breitt politiskt ynski er um at áseta eina ætlan og tíðarætlan fyri íverksetan av átøkunum, so borgarar, vinnan og politiska skipanin vita, hvat er í væntu komandi árini. Talan er eisini um eina ítøkiliggerðing av skyldunum, sum henda samtykt, Veðurlagssáttmálin og Parísavtalan, leggja á verandi og komandi landsstýri, serliga í mun til lógar-og kunngerðasmíð og íverksetan av fyrisitingarligum átøkum.
Samanumtikið kann sigast, at helvtin av átøkunum krevja nýggja ella broytta lóggávu, meðan hin helvtin er av fyrisitingarligum slag, har ein partur eisini krevur eina víðkan og betran av almennum tænastuveitingum.
Øll 25 átøkini verða býtt út á næstu trý árini, tó við undantaki av átaki 9 (umhvørvisgjøld á oljurikin akfør) og átaki 24 (CO2-avgjald á olju).
Grannalondini og nógv onnur lond hava fyri tíð síðani lagt slík gjøld á og verða slík gjøld mett av serfrøðingum sum eitt gott og neyðugt amboð fyri at fáa fólk at leggja um frá olju til grønar loysnir.
Nú oljuprísurin er søguliga høgur, verður ikki mett rætt at koma við øktum oljuavgjøldum nú. Heldur eigur hetta at verða tikið upp um eini tvey ár, har mett verður um, hvørt tíðin tá er búgvin at áseta oljuavgjøld”, siga tey fimm tingfólkini í uppskotinum.
Málið er sett á skrá at koma til 1. viðgerð týsdagin 29. mars.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2022
Týsdagin skrivaðu landsstýrismaðurin við orkumálum, Magnus Rasmussen og samráðingarnevndin umboðandi kommunala geiran og eigarnar av SEV skrivað undir semju um bygnaðin á elorkuøkinum frameftir
Samráðingarnevndin varð skipað á eykaaðalfundinum hjá SEV 26. november 2021 við tí endamáli at samráðast við landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum um bygnaðin á elorkuøkinum.
Samráðingarnevndin var mannað við formanninum og næstformanninum í Kommunufelagum, Heðin Mortensen og Tórbjørn Jacobsen, og av nevndarformanninum í SEV, Kára Johansen.
Við semjuni vóna partarnir at hava skapt neyðugu karmarnar um framtíðar útbygging av elorkuøkinum í Føroyum.
Semjan staðfestir, at lutafelagið SEV framhaldandi kemur at eiga, reka og hava kervisábyrgdina fyri føroysku elskipanini. Somuleiðis verður staðfest at orkumyndugleikin og lutafelagið SEV sum kervisábyrgdari skulu gera og semjast um tíðarfesta ætlan fyri útboð av verkum við varandi orku, soleiðis at útboðini og útbygging av elskipanini í framtíðini ganga hond í hond.
Tá ið orkumyndugleikin bjóðar út varandi orku, kann SEV framhaldandi luttaka í útboðnum, um hetta verður gjørt í sjálvstøðugum felag, sum hevur sjálvstøðuga nevnd og leiðslu uttan persónssamanfall við lutafelagið SEV. Lutafelagið SEV bindir seg í hesum sambandi til at tryggja fult gjøgnumskygni í sínum tænastum. Partarnir eru somuleiðis samdir um at kanna, hvussu ein marknaður í søluliðnum verður skipaður á ein einfaldan og ódýran hátt, sum stuðlar brúkarunum at velja varandi orkukeldur.
“Við hesi semjuni hava vit skapt fortreytir fyri, at orkumyndugleikin og lutafelagið SEV frameftir fara at samstarva væl og álitisfult. Orkumyndugleikin, sum leggur til rættis yvirskipaða orkupolitikkin, og lutafelagið SEV, sum hevur kervisábyrgdina, hava ymiskar leiklutir. Tað er tó altavgerandi, at partarnir hava forstáilsi fyri leiklutinum hjá hvørjum øðrum, soleiðis at myndugleikin, eigararnir av SEV og elbrúkarin kunnu vera fullvís í, at útbyggingar av føroyska elkervinum byggja á saklig og vælgrundað atlit, sum stuðla undir grøna orkuskiftið,” siga Heðin Mortensen, Torbjørn Jacobsen, Kári Johansen og Magnus Rasmussen.
Kelda: Umhvørvis- og Vinnumálaráðið og SEV
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
BBC skrivaði í vikuni, at heimsins størsta orkufelag, Shell, nú umhugsar av nýggjum at vera virkin partur av útbyggingini av olju- og gasskelduni Cambo tætt við føroyska markið
Tað var í desember, at Shell tók allan orkuheimin á bóli við at taka seg úr stóru verkætlanini at útbyggja Cambo kelduna. Hetta hendi í kjalarvørrinum á áhaldandi trýsti frá umhvørvisfelagsskapum at forða fyri útbyggingini.
Shell brúkti sum grundgeving fyri ikki longur at vera partur av útbyggingini, at felagið hevði endurskoðað alla verkætlanina og var komið til eina niðurstøðu um, at útbygging var ikki nóg fíggjarliga forsvarlig. Eisini var partur av grundgevngini, at felagið metti, at nógvar seinkingar fóru at verða við slíkari útbygging, nú myndugleikarnir vóru undir trýsti frá umhvørvisfelagsskapum.
Avgerðin hjá Shell undraði allan orkuheimin, tí bara tveir mánaðir frammanundan úttalaði stjórin í felagnum, at Cambo var ein fyrsta floks verkætlan.
Cambo keldan liggur eitt hanagleiv frá føroyska markinum, og tí vil ein útbygging verða við til at varpa nýtt ljós á føroyska landgrunnin. Útbygging fer at skapa eitt nýtt undirstøðukervi, sum m.a. kann flyta gass til marknaðinum og harvið eisini kunna gerast framtíðar grundarlag undir møguligari føroyskari gassframleiðslu
Nú bendir so okkurt á, at felagið, sum framvegis eigur 30 prosent av kelduni, er við at endurskoða avgerðina, hóast almenna frágreiðingin framvegis stendur við.
Orsøkirnar til møguliga nýggju støðutakanina hjá Shell kunnu vera fleiri skrivar BBC. Ein er oljuprísurin, sum í desember var 70 dollarar men nú er 115 dollarar og útlit eru til, at hann fer at vera omanfyri 100 dollarar restina av árinum. Síðani kann russiska innrásin í Ukraina vera enn ein orsøk til møguligu endurskoðanina.
Haraftrat og ikki minst hava úttalilsini hjá bretsku stjórnini við Boris Johnson og fleiri av hansara fremstu ráðharrum á odda - um at skunda undir útbyggingar av olju- og gasskeldum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum (økið millum Hetland og Føroyar) fingið oljufeløg sum eitt nú Shell at síggja bjartari uppá nýtt olju- og gassvirksemi á bretska landgrunninum.
Til søguna um framtíðina hjá Shell á bretskum øki hoyrir eisini, at felagið í farnu viku tók stig til at leggja inn eina nýggja umsókn til útbygging av eini stórari gasskeldu, Jackdaw eystan fyri Aberdeen, hvørs framtíðar framleiðsla skal útvega Bretlandi stórar nøgdir av gassi. Tá felagið í fjør søkti um útbygging á hesi leiðini tók ein almennur stovnur avgerð um ikki at játta umsóknini av ymsum orsøkum. Síðani hevur Shell arbeitt við at broyta útbyggingarætlanina og fer eftir øllum at døma at fáa grønt ljós til útbygging.
Ymsar meiningar um orkuframtíðina
Framhaldandi er tó ósemja knýtt at slíkum útbyggingum sum Cambo. Umboð fyri umhvørvisfelagsskapir siga, at ein útbygging av Cambo fer ongan mun at gera, verður hugsað um at økja framleiðsluna til tess, at Bretland kann minka um innflutningin av kolvetnum. Sagt verður, at oljufeløgini leggja líka í, hvar orkan endar, tí tey selja har tað loysir seg best. Bretski orkuráðharrin Kwasi Kwarteng hevur harafturímóti víst á, hvussu stóran týdning nýggj leiting og útbyggingar hava fyri, at Bretland kann vera sjálvveitandi og ikki bundið at m.a. russiskum gassi.
Nú ljóðar eisini, at bretskir myndugleikar eru um at leggja til rættis eina nýggja leitiútbjóðing (lisensrundu) seinast í hesum árinum. Við hesi avgerð fylgir Bretland bæði londum í ES, USA og londum sum Saudi Arabia at fara undir aftur oljuleiting sum eitt úrslit av kreppuni, sum Russland hevur skapt við innrásini í Ukraina. Seinasta nýggja er so eisini, at aðalskrivarin í ST, Gueterres finst at avgerðunum hjá fleiri londum kring heimin at halda fram við leiting eftir olju og gassi.
Hvat lagnuni hjá Cambo kelduni við føroyska markið viðvíkur ljóðar, at fyristøðufelagið Siccar Point Energy er í samráðingum við orkumyndugleikarnar, hvat nú skal henda. Her er Shell so eisini inni í myndini skilst, nú tað framvegis eigur 30% av kelduni og harvið eisini í eini møguligari komandi útbygging.
Okkurt fer helst at henda komandi vikurnar, nú loyvið til Cambo gongur út í hesum mánaðinum og tí skal endurnýggjast, um broytingar skulu gerast. Men nú stendur so aftur møguleikin opin fyri, at Shell við síni fíggjarligu og tøkniligu styrki aftur verður ein partur av útbyggingini. Tað hevur eisini verið nevnt, at møguleiki er fyri at fáa onnur feløg at átaka sær ognarpartin hjá Shell.
Hetta er partur av framleiðsluútbúnaðinum, sum verður settur á havbotnin skamt frá føroyska markinum, tá endalig avgerð verður tikin um útbyggingina.
Cambo týdning fyri Føroyar eisini
Hvør enn endin ella rættari byrjanin verður til framtíðar Cambo verkætlanina, so er greitt, at henda útbygging, verður hon veruleiki, fer at hava avgerandi týdning fyri eina føroyska olju- og gassframtíð. Tí ein útbygging so tætt við føroyska markið við spildurnýggjum undirstøðukervi kann gerast grundarlag undir framtíðar lønandi framleiðsku føroysku megin markið eisini - um so er at kolvetni eisini finnast um okkara leiðir - fáar kilometrar frá stóru bretsku olju- og gassleiðunum.
Her sæst økið, sum í dag stendur opið hjá orkufeløgunum at søkja um leitiloyvi.
Enn ein útbygging eystan fyri markið er við at vera liðug á tekniborðinum. Tað er keldan Rosebank, har norska Equinor er fyristøðufelag. Felagið fer í næstum at taka endaliga avgerð um útbygging. Fara vit so nakað longur vestur á Atlantsmótinum so eru har enn tvær stórar útbyggingar í umbúnað. Tað er Clair South útbyggingin hjá BP og síðani útbygging av stóru gasskelduni Glendronach, sum Total eigur. Herfyri kunngjørdu bretskir myndugleikar, at henda útbyggingin hjá Total fer at fáa grønt ljós.
Við øðrum orðum standa nú ikki færri enn fýra stórar útbyggingar av olju- og gasskeldum eystan fyri Føroyar á skránni. Hetta hendir um somu tíð, sum føroyskir myndugleikar lata dyrnar til leiting (Open Door) á føroyska landgrunninum í grannalagnum standa víðopnar.
Í næstum verður orðaskifti á løgtingi um olju- og gassleiting og -virksemi í føroyskum øki. Tað er tingmaðurin fyri Framsókn, Bjarni Kárason Petersen, sum hevur sett landssstýrismanninum við orkumálum, Magnus Rasmussen skrivligar fyrispurningar um eitt nú nýggjar útbjóðingar á landgrunninum. Enn er málið ikki sett á skránna hjá tinginum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
Danska vindmylnufyritøkan Vestas, sum eisini er væl kend í Føroyum, er heimsins størsti framleiðari av vindmyllum
Hetta vísir ein kanning, sum Bloomberg New Energy hevur gjørt um støðuna sum heimsins størsti framleiðari av vindmyllum í 2021.
Vestas framleiddi vindmyllur svarandi til 15,2 GW í farna ári. Eftir Vestas kemur kinverska fyritøkan Goldwind við 12.0 GW og á triðja plássi kemur Siemens Gamesa við 8,64 GW.
Síðani koma Envision við 8,46 GW og amerikanska GE við 8,3 GW. GE var størsti framleiðari í 2020. Samlaða framleiðslan av vindmyllum í fjør setti eisini altjóða met eitt einstakt ár við 99,2 GW móti 98,5 GW árið fyri.
Tær seks vindmyllurnar, sum feløgini Røkt og EFFO í hesum døgum seta upp á Gellingarkletti, eru frá Vestas. Her verður gjørt klárt til at seta myllurnar upp (Mynd Jan Müller)
Vindmyllur á landi stóðu fyri 83 prosentum av øllum vindmyllum, meðan havvindmyllurnar stóðu fyri 16,6 gigawattum. Heimsins størsti marknaður fyri vindmyllur í fjør var Kina, sum sambært Bloomberg kanningini stóð fyri 5,8 GW. USA setti upp næstmest vindmyllur í fjør við 13 GW.
Keldur: Bloomberg, EnergyWatch
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2022
Lond sum Týskland og Ungarn eru bundin av at innflyta gass úr Russlandi, og hava tí ilt við at taka undir við uppskoti at banna innflutning av gassi eins og USA hevur gjørt
Oljuprísurin rakk týsmorgun 119 dollarar fyri tunnuna, um somu tíð sum ES lond umrøða spurningin um at seta í gildi innflutningsbann móti russiskari olju. Hetta er fjórði dagurin á rað, at prísurin hækkar.
Orsøkin er m.a. óttin fyri, at trot verður á orku komandi mánaðin. Vandin fyri at Russland tekur stig til at steðga øllum orkuútflutningi til Evropa er eisini við til at økja um prísirnar. Eisini eitt álop á orkuútbúnað hjá Saudi Aramco í Saudi Arabia hevur ávirkað framleiðsluna og harvið eisini prísin.
Tey, sum handla við orku, vilja vera við, at veitingartrygdin av álvara fer at koma í vanda í apríl. Sambært Reuters er í løtuni kjak í ES millum uttanríkisráðharrarnar, antin ES sum felagsskapur skal taka undir við avgerðini hjá USA heilt at seta forboð fyri oljuinnflutningi úr Russlandi.
Semja er ikki millum øll londini í ES at fara so langt. Eitt nú siga Týskaland og Ungarn, at tey eru ov bundin av russiskari orku til at kunna góðtaka bann, skrivar Bloomberg News.
Ein kanning í Danmark vísir, at ein stórur meiriluti av dønum eru fyri at banna gassi úr Russlandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
Prelude kann framleiða 3,6 milliónir tons av flótandi gassi um árið. Ólag í orkuskipanini hevur steðgað framleiðsluni í tríggjar mánaðir, men er nú komin í rættlag aftur
Í hesum tíðum har eftirspurningurin eftir gassi kring allan heim er ovast á breddanum, kunnu stórar og týðandi framleiðslueindir hava stóran týdning. Í Norra, sum er ein av heimsins størstu framleiðarum av gassi, verður strongt á at fáa gassframleiðsluna á Melkoya nærhendis Hammerfest í gongd aftur eftir eldsbruna herfyri. Væntandi fer framleiðslan av gassi úr Snøhvit gassfeltinum í Barentshavinum í gongd aftur í næstum og harvið kann Norra í størri mun nøkta vaksandi eftirspurninginum eftir gassi úr ES.
Men eisini á meira fjarskotnum leiðum verður gassframleiðslan raðfest høgt. Eitt nú út fyri Avstralia. Har hevur heimsins størsta skip, Prelude, sum er partur av gassframleiðsluni hjá Shell, nú loksins fingið loyvi frá myndugleikunum at fara undir aftur gassframleiðsluna. Henda hevur verið steðgað í eina tíð vegna umvælingar í sambandi við, at skipið í desember í fjør bráddliga misti alla orkuna.
Prelude framleiðir flótandi náttúrgass (FLNG). Tað varð tikið í nýtslu í 2018 í vestara partinum av Avstralia.
Prelude varð bygt í Suðurkorea og kann framleiða 3,6 milliónir tons av flótandi gassi um árið umframt 2 milliónir tons av øðrum brennievni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2022
Altjóða orkustovnurin IEA mælir nú til at endurtaka billeysu sunnudagarnar frá seinastu orkukreppuni í 1973
Tað kemur eitt sindur óvart á, at stovnurin kemur við hesum uppskotinum. Hann sigur, at vit skulu seta bilarnar sunnudagar og heldur ganga, súkla ella brúka bussar og tok fyri at minka um oljunýtsluna og harvið steðga prísvøkstrinum á olju og gassi.
Stovnurin ávarar eisini um, at heimurin gongur ímóti tí størsta oljuveitingarsjokkinum í ein mansaldur.
- Oljuframleiðslan í Russlandi fer eftir øllum at døma at fella við 3 mió. tunnum um dagin frá apríl, tá handilshús, bankar og tryggingarfeløg gevast við øllum virksemi við Russland. Avleiðingarnar av minkingini og missinum av russisku oljuframleiðsluni á heimsmarknaðinum eiga ikki at undirmetast sigur IEA í eini frágreiðing.
IEA hevur skotið upp fleiri átøk, sum skulu forða fyri eini veruligari orkukreppu, nú eftir at Russland hevur gjørt innrás í Ukraina. Hesi skulu minka um oljunýtsluna við 2,7 milliónir tunnum um dagin í einum tíðarskeiði upp á fýra mánaðir.
IEA varð stovnað eftir oljukreppuna í 1973-74, tá fleiri av ídnaðarlondunum funnu fram til, at tey als ikki vórðu tilreiðar at handfara eina støðu við orkutroti. Um tiltøkini eydnast kann hetta vera við til at forða fyri einum veruligum sjokki á marknaðinum nú fram móti hásesongini fyri bilkoyring um summarið. Umleið 45 % av altjóða oljueftirspurninginum stavar frá ídnaðarlondunum, og flestu teirra eru limir í EIA.
Millum tiltøkini eru m.a. at steðga bilkoyring sunnudagar og minka um mest loyvdu ferð á motorvegunum við 10 km. um tíman. Stjórin í IEA, Faith Birol sigur, at russiska álopið á grannalandið kann hava við sær størsta útboðsjokkið á oljumarknaðinum í fleiri ártíggu og hava við sær oyðileggjandi avleiðingar fyri altjóða búskapin.
Birol sigur, at tiltøk at minka um oljunýtsluna kunnu hava alstóran týdning. Bara ein avmarking av hægst loyvdu ferð uppá 10 km. um tíman fyri bilar og lastbilar kann minka um oljunýtsluna við 500.000 tunnum um dagin.
Meira enn helvtin av russiska útflutninginum av olju fer til Evropa, 20 prosent til Kina upplýsir IEA. Men oljumarknaðurin er globalur og tí fara avmarkingar í útboðnum og hægri prísir at raka øll. Greinarar vilja longu nú vera við, at hendir einki so kunnu vit fara at uppliva ein oljuprís uppá millum 200 og 300 dollarar fyri tunnuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2022
Amerikanski forsetin Joe Biden hevur á fundi í ES skrivað avtalu við ES um flótandi gass, sum skal gera Evropa minni heft at russiskum gassi
Russiska innrásin í Ukraina fer nú av álvara at merkjast í russiska útflutninginum av gassi til Evropa. USA og ES hava nevniliga undirskrivað eina avtalu um, at USA í hesum árinum skal lata ES 15 milliardir rúmmetrar av flótandi gassi (LNG).
Hetta verður gjørt fyri at minka um bindingarnar, sum ES og Evropa hava í sambandi við innflutningin av russiskum gassi.
Hóast avtalan við USA “bert” fevnir um 10 prosent av tí gassi ES brúkar, so kann avtalan verða byrjanin til eitt heilt nýtt kapitull í evropeiskari orkuveiting og orkutrygd. Hon kann eisini hava stóran súmbolskan týdning í royndunum hjá Evropa at gerast minni og helst heilt óheft av russiskum gassi.
Í dag innflyta ES lond umleið 43 prosent av øllum gassi úr Russlandi. Týski varakanslarin segði fríggjadagin, at nýggja avtalan við USA kann vera við til heilt at gera eitt nú Týskland óheft av russiskum gassi longu í 2024. Havast skal tó í huga, at flótandi gass úr USA verður væl dýrari enn gass úr rørleiðingum úr Russlandi.
Forkvinnan í ES tinginum Ursula von der Leyen fegnast um nýggju avtaluna og sigur, at hetta er ein neyðug og týðandi avgerð, tí ES kann ikki líta á eitt land sum Russland sum framtíðar veitara av orku, og tað vísa seinastu hendingarnar í sambandi við innrásina í Ukraina.
Høgi gassprísurin í kjalarvørrinum á innrásini í Ukraina og stóri eftirspurningurin hava fingið fleiri framleiðarar av gassi bæði í Evropa og í Miðeystri at vaksa um framleiðsluna. Eitt nú hevur norska Equinor júst fingið loyvi til at økja um sína gassframleiðsku. Í Bretlandi hevur stjórnin heitt á íleggjarar og orkufeløg um at skunda undir útbyggingar av gassleiðum og eisini at fara undir aftur miðvísa leiting eftir kolvetnum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum (økið millum Hetland og Føroyar).
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2022
Eftir longda leiktíð vann Kyndil steypafinaluna hjá kvinnum ímóti H71
Tað eydnaðist farna vikuskiftið kvinnuliðnum hjá Kyndli at vinna steypafinaluna ímóti H71.
Hoyvíkskvinnur hava annars verið flúgvandi seinastu tíðina og hava klárað seg væl í evropeisku kappingini.
Kyndil og H71 vóru tendraði frá byrjan, og hóast hoyvíkskvinnur vóru á odda stóran part av dystinum, hingu kyndilskvinnur í. Tá 60 minuttir vóru leiktir var støðan 29-29, og neyðugt var tí við longdari leiktíð.
Nógvi spenningurin helt fram í longdu leiktíðini, men til allarsíðst var neyvleikin ikki til staðar hjá hoyvíkskvinnum, meðan serliga Turið Arge Samuelsen spældi framúr.
H71 hevur seinastu tvey árini vunnið steypakappingina hjá kvinnum, men í ár eydnaðist tað so ikki.
Úrslitið gjørdist 36-34 til Kyndil.
Jens Kr. Vang tók myndirnar í ítróttahøllini á Hálsi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2022
Vinnur VÍF á heimavølli sunnudagin, eru meistararnir í fjør aftur í finaluni
Vestmenningar vóru hóskvøldið á vitjan í Kollafirði, tá fyrsta FM-hálvfinalan millum KÍF og VÍF varð leikt.
VÍF hevur ikki vunnið á KÍF fyrr í ár, men tað er nú tað ræður um at vinna, og tað gjørdu vestmenningar.
Støðan var 15-11 til VÍF í steðginum, men tá tíggju minuttir vóru eftir av dystinum, byrjaðu kollfirðingar at hála inn aftur upp á VÍF. Tað gjørdist heilt spennandi í síðstu sekundunum tá kollfirðingar fingu møguleika at javna, men tá stóð Mladen Mjerimacka stinnur og bjargaði skotinum.
Sostatt streyk VÍF avstað við fyrsta hálvfinalusigrinum. Spælt verður best av trimum, og málmunur hevur einki at siga.
Filip Jojic gjørdist toppskjútti hjá vestmenningum við tíggju málum. Morten Nyberg Kristensen skoraði flest mál hjá KÍF við sjey málum.
Spælt verður aftur sunnudagin, og tað verður klokkan 20 í Vestmanna.
KÍF - VÍF 26-27 (11-15)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2022
Eingin spenningur í FM-hálvfinaluni millum Team Klaksvík og H71 mikukvøldið. Hoyvíkingar vunnu 33-20
Áskoðararnir vóru møttir upp í stórum tali, men tað bleiv ongantíð tann spenningurin, sum tað annars var lagt upp til í fyrstu FM-hálvfinaluni millum Team Klaksvík og H71.
Hoyvíkingar endaðu á fyrsta plássi í deildini, og eru spáddir at vera FM-favorittar.
Hetta er fyrstu ferð, at Team Klaksvík er við í endaspælinum. Úrslitið gjørdist 33-20.
Sverri Egholm hevur tikið myndirnar:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2022
Hoyvíkskvinnur reistu seg eftir tapið í steypafinaluni um vikuskiftið, og vunnu trygt 32-26 í Klaksvík móti Stjørnuni í fyrstu FM-hálvfinaluni
Eins og í Badmintonhøllini, har Team Klaksvík og H71 hittust sama kvøld, var eisini lagt upp til ein spennandi dyst í KÍ-høllini tá Stjørnan og H71 brustu saman í fyrstu FM-hálvfinaluni.
Men heldur ikki her bleiv nakar spenningur. Við støðuni 18-13 var ongantíð nakar ivi, og H71 vann trygt 32-26.
Toppskjuttar hjá H71 gjørdust Jana Mittún og Rannvá Olsen við níggju málum í part. Durita Christophersen Jojic gjørdist topskjútti hjá Stjørnuni við 12 málum.
Í morgin klokkan 14 hittast liðini, og tá er alt so at siga opið aftur. Málmunur telur ikki í hesum finalunum, og tí kann Stjørnan við sigri syrgja fyri at alt skal avgerast í einari triðju hálvfinalu.
Stjørnan - H71 32-26
Sverri Egholm tók myndirnar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2022
Neistin vann hóskvøldið fyrstu FM-hálvfinaluna ímóti kyndlakvinnum, 24-23
Í kyndilsleguni munnu tey hava fingið armarnar niður eftir steypafinaluna millum Kyndil og H71 um vikuskiftið, sum tær í grønum vunnu eftir longda leiktíð.
Fyrsta FM-hálvfinalan móti Neistanum hóskvøldið gekk ikki líka væl. Hóast eina frálíka byrjan hjá Kyndli, vóru neistakvinnur á odda stóran part av dystinum.
Kyndil vann um vikuskiftið steypafinaluna móti H71 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Støðan í hálvleikinum var 12-11, og tá góðir tíggju minuttir vóru eftir, var Neistin á odda við seks málum, 21-15. Spakuliga át Kyndil seg inn á leiðsluna hjá Neistanum, men tað bleiv ov stórur biti, og úrslitið gjørdist 24-23 til neistakvinnur.
Toppskjútti hjá Neistanum gjørdist Maria P. Nólsoy við 13 málum. Bára Krossteig Hansen varð toppskjútti hjá Kyndli við seks málum.
Liðini hittast aftur í morgin, sunnudagin klokkan 18.
Neistin - Kyndil 24-23 (12-11)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2022
Málið er, at Føroyar í januar 2024 skulu vera við í EM-endaspælinum í Týsklandi, men føroysku menninir eru í niðasta styrkislagnum til lutakastið, og hetta kann hava við sær, at tað gerst ógvuliga torført at náa málinum
Í apríl skal føroyska manslandsliðið royna at femja bragdið í HM play-off umfarinum og basa týskinum.
Áðrenn tað skal greiða fáast á, hvørjum Føroyar skulu stríðast við um pláss í EM-endaspælinum 2024. Hondbóltssamband Føroya hevur sett út í kortið, at Føroyar helst skulu vera við til endaspælið, sum verður í Týskalandi - har liðið hjá Peder Bredsdorff-Larsen skal spæla 13. apríl.
Undankappingin byrjar í oktober. Fýra lið eru í hvørjum bólki - átta bólkar eru - og tað snýr seg um at enda í topp-tvey ella at vera ímillum fýra teir bestu trý'ararnir fyri at koma til EM-endaspælið.
Hóast lið eru í triðja styrkislagi, ið Føroyar avgjørt kunnu vinna á, á degnum, og lið eru í styrkislagi nummar tvey, ið føroysku menninir hava spælt javnar dystir ímóti og/ella fingið stig ímóti, so kann tað verða ein veruligur vansi, at Føroyar eru í niðasta styrkislagi. Um illa vil til kann lutakastið hátta seg soleiðis, at talan verður um ein heilt truplan bólk, men møguleikar eru sjálvandi eisini fyri einum meira hepnum lutakasti, tí átta lið eru í hvørjum styrkislagi.
Lutakastið verður hósdagin 31. mars. Sí styrkisbólkarnar niðanfyri:
Mynd: EHF Euro
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
Og EBS/Skala vann 2-1 í Sørvági. Fyrsta umfar í bestu deildini hjá kvinnum er avgreitt
Fyrsta umfar í bestu kvinnudeildini er avgreitt. Fyrsti dysturin í umfarinum varð leiktur sunnudagin tá Víkingur var á vitjan í Vági hjá felagsliðnum í Suðuroynni.
Her gjørdist tað sonn málveitsla. Víkingur vann heili 16-0 móti TB/FCS/Royn, sum er nýtt lið í deildini.
Meistararnir í KÍ høvdu týskvøldið vitjan av B36. Tað hevur gingið misjavnt hjá teimum hvítu úr Gundadali seinastu árini, men talan bleiv um ein spennandi dyst ímóti klaksvíkskvinnum, sum verða mettar at vera FM-favorittar aftur í ár.
Beint fyri hálvleik legði Malena Olsen KÍ á odda 1-0, sum eisini var einasta mál sum kom í dystinum.
Í Havn vóru steypavinnararnir og silvurvinnararnir frá í fjør, NSÍ, á vitjan. Undan dystinum vóru runavíkskvinnur mettar at vera favorittar, men HB mótprógvaði hesum, og vann 2-0. Rebekka Katrine Klein Olsen legði HB á odda tá ein góður hálvur tími var eftir, og stutt fyri leiklok økti Astrid Mittfoss til 2-0.
Ein góð byrjan hjá havnarkvinnum, sum í fjør endaðu á fimta plássið og taptu steypafinaluna móti nettupp NSÍ.
Uppflytarnir í fjør, 07 Vestur, høvdu vjtjan av EBS/Skála sum gjørdist nummar trý í fjør. EB/Skála vann dystin 2-1 við málum frá Leu Lisberg og Sólju Ernsdóttir. Lisa Haraldsen skoraði málið hjá vágakvinnum.
07 Vestur - EBS/Skála kvinnur 1-2 (0-2)
4’ Lea Lisberg 0-1
22’ Sólja Ernstdóttir 0-2
50’ Lisa Haraldsen 1-2
KÍ - B36 kvinnur 1-0 (1-0)
45’ Malena Olsen 1-0
HB - NSÍ kvinnur 2-0 (0-0)
69’ Rebekka Katrine Klein Olsen 1-0
84’ Astrid Mittfoss 2-0
TB/FCS/Royn - Víkingur 0-16 (0-12)
6’ Marita á Fríðriksmørk 0-1
7’ Hanna Isaksen Højgaard 0-2
11’ Marita á Fríðriksmørk 0-3
13’ Rakul Sørensen 0-4
17’ Mona Rasmusdóttir 0-5
22’ Hanna Isaksen Højgaard 0-6
24’ Jensa Tórolvsdóttir 0-7
34’ Hanna Isaksen Højgaard 0-8
37’ Hanna Isaksen Højgaard 0-9
38’ Jens Tórolvsdóttir 0-10
41’ Marita á Fríðriksmørk 0-11
42’ Mona Rasmusdóttir 0-12
49’ Rakul Sørensen 0-13
53’ Sára Poulsdóttir á Líðarneda 0-14
57’ Hanna Isaksen Højgaard 0-15
64’ Rakul Sørensen 0-16
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
Meistararnir í fjør og avbjóðarin, HB, hava bæði fulla úrtøku fyrstu trý umførini
Eftir ætlan skuldu tríggir dystir spælast sunnudagin, men tað var ov nógvur vindur til fótbólt í Norðragøtu, og tískil er dysturin millum Víking og AB útsettur.
Meistararnir úr KÍ vóru á vitjan í Streymnesi hjá EB/Streymi, og ikki óvæntað vóru klaksvíkingar omaná allan dystin, og vunnu trygt 2-0. Málini gjørdu Páll Andrasson Klettskarð í 10. minutti og Deni Pavlovic í 16. minutti.
Á Skála var 07 Vestur á vitjan. Nógvi vindurin órógvaði spælið nakað, men eingi mál komu. Javnleikur 0-0.
Tveir dystir í triðja umfari vórðu leiktir leygardagin. Grannauppgerð var við Løkin í Runavík millum NSÍ og B68. Toftamenn vóru á degnum væl betri enn runavíkingar, og vunnu 2-0. Hetta er fyrsti sigurin í bestu mansdeildini hjá B68 móti NSÍ í tíggju ár.
Tórsvøllur var eisini karmur um grannauppgerð, har HB og B36 spældu seint leygarkvøldið. HB hevði stóran part av spælinum og fleiri møguleikar. Í 57. minutti bragdaði, tá Stefan Radosavljevic rann hálvan vøllin og rann frá B36-verjuni og setti bóltin í málið.
Úrslitini hetta umfarið hevur við sær, at HB varðveitir oddasessin við níggju stigum eftir tríggjar dystir. KÍ hevur eisini fulla úrtøku, men havnarmenn hava betri málmun.
Nær dysturin millum Víking og AB verður leiktur, er ikki greitt enn. Nú er støðgur meðan A-landsliðshópurin er á venjingarlegu í Spania.
NSÍ - B68 0-2 (0-2)
15’ Sebastian Lau Nielsen 0-1
45’ Steffan Løkin 0-2
HB - B36 1-0 (0-0)
57' Stefan Radosavljevic 1-0
EB/Streymur - KÍ 0-2 (0-2)
Páll Andrasson Klettskarð 0-1
Deni Pavlovic 0-2
Skála - 07 Vestur 0-0
Víkingur - AB
Avlýstur vegna vind
1. HB (9 stig)
2. KÍ (9 stig)
3. B68 (4 stig)
4. B36 (3 stig)
5. Víkingur (3 stig)*
6. EB/Streymur (3 stig)
7. NSÍ (3 stig)
8. 07 Vestur (2 stig)
9. Skála (2 stig)
10. AB (1 stig)*
*Ein dyst færri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2022
Ein skaði ger, at Mads Boe Mikkelsen ikki fór við, tá A-landsliðið fór á venjingarlegu í Suðurspania. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Adrian Justinussen úr HB
Tá A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson, í farnu viku kunngjørdi hópin til venjingarleguna í Suðurspania frá 21. til 30. mars, var eitt spildurnýtt navn í A-landsliðshøpi millum teir 24 spælararnar, ið vóru úttiknir.
Talan var um Mads Boe Mikkelsen úr KÍ.
Men stutt eftir gjørdist greitt, at tað verður ikki á hesum sinni, at Mads Boe Mikkelsen fær sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum.
Ein skaði argar, og mett varð, at Mads ikki er nóg birgur til landsliðsfótbólt í løtuni. Hann er tískil ikki við á ferðini til Suðurspania.
Í staðin sendi Håkan Ericson boð eftir Adriani Justinussen úr HB.
Á venjingarleguni skal føroyska landsliðið spæla tveir venjingardystir. Í dag, 26. mars klokkan 17, føroyska tíð, spæla Gibraltar og Føroyar á Victoria Stadion í Gibraltar, og týsdagin klokkan 16 spæla Føroyar og Liktinstein á Pinatar Arena í Murcia.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2022
U21-landsliðið tapti hóskvøldið ímóti fransmonnum
Tað var ein sensatión tá føroyska U21-landsliðið fyri einum hálvum árum síðani í oysandi regni á Ovara vølli í Gundadali leikti 1-1 ímóti stjørnunum á franska U21-landsliðnum.
Hóskvøldið var returdysturin leiktur í Calais í Fraklandi. Og tað bleiv ikki til nakra sensatión, hóast eitt flott úrslit av Bagga og hansara monnum.
Trýstið á okkara mál var stórt allan dystin, men við góðum verjuspæli og ikki minst einum góðum málmansavriki hjá Bárði á Reynatrøð, eydnaðist fraklendingum bert at fáa tvey mál á máltalvuna.
Fyrra málinum tók Real Madrid leikarin Eduardo Camavinga sær av í 23. minutti. Málið til 2-0 kom átta minuttir fyri leiklok, tá Áki Johannesen var óheppin og gjørdi sjálvmál.
Fleri mál komu ikki, og 2-0 má sigast at vera eitt gott úrslit.
Týsdagin spælir føroyska U21-landsliðið aftur. Tað verður á útivølli ímóti Makedonia, sum okkara menn í oktober fingu ein javnleik ímóti.
Frakland U21 - Føroyar U21 2-0 (1-0)
22’ Eduardo Camavinga 1-0
82’ Sjálvmál 2-0
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2022
Jiselle Lacerda og Livyan Borges spældu fyri B36 longu týskvøldið
Betri-kvinnurnar hjá B36 hava styrkt seg við tveimum brasilskum leikarum, undan fyrsta landskappingardystinum í ár.
B36 skrivar á Facebook-vanganum, at tær báðar Jiselle Lacerda og Livyan Borges eru heintaðar til tess at styrkja um liðið.
Jiselle er miðverji og Livyan framrættaður miðvallaspælari.
- Vit í B36 eru errin av, at tær spæla í B36 búnanum í ár. Talan er ikki bert um tveir dugnaligar leikarar, men eisini um tvær fantastiskar kvinnur, skrivaði B36 á Facebook-vanganum í gjár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
Fyrsta árið sum sjálvstøðugt Víkingalið endaði við einum fjórða plássi, og sambært stjørnuskotinum frá í fjør, er góð orsøk til at stremba hægri
Grein úr Fótbóltsblaðnum 2022
Talentið, orkan og gott skil fyri fótbóltsspælinum vóru millum høvuðsorsøkirnar til, at bert 16 ára gamla Rakul Sørensen gjørdist ársins ungi spælari 2021. Hon ger lítið hóvasták burtur úr sær sjálvari, men kortini er nakað stórsligið við henni.
Persónliga hevði hon eitt framúr gott kappingarár, og fjórða plássið í landskappingini var heldur ikki heilt av leið, heldur hon.
– Í fjør var eitt stuttligt kappingarár hjá mær, har eg fekk nógva spælitíð og slapp at royna meg í bestu deildini. Havandi í huga, at tað var okkara fyrsta kappingarár sum sjálvstøðugt víkingalið, so vóru vit eisini heilt væl nøgdar við fjórða plássið, sigur Rakul Sørensen.
Hon leggur afturat, at nøgdsemið eisini fyri ein part botnar í, at Víkingur í fleiri førum vístu seg sum kappingarførar við tey ovaru liðini.
– Vit vóru ikki altíð langt aftanfyri tey ovaru liðini í dystunum, so vit føla eisini, at vit realistiskt kunnu sikta eftir at vinna á teimum í komandi tíðum, greiðir miðvallarin frá og sipar til eitt nú ein javnleik móti føroyameistarunum, KÍ og tveir sigrar móti silvurvinnarunum, NSÍ.
Miðalhampa lið í deildini
Tá hugt verður eftir stigatalvuni seinastu mongu árini, so var fjórða plássið í fjør hjá Víkingi í veruleikanum eitt sindur sum í 90 ára føðingardegnum: “same procedure as every year”.
Bæði sum felagslið við øðrum feløgum og heilt aftur í gulu og bláu GÍ-tíðini, hava kvinnurnar í Sarpugerði støðugt verið at finna miðskeiðis á stigatalvuni. Altíð við, ongantíð aftast, men heldur ongantíð við heilt frammi.
– Tú fært meg ikki til at siga, at vit eru nøgdar við ikki at vera best, men vit mugu eisini viðurkenna, at hatta rættiliga ofta er júst okkara leiklutur. Vit stremba eftir at blíva betri alla tíðina, men eg føli ofta, at vit “mangla tað síðsta”. Ofta eru vit í jøvnum dystum, sum so í endanum koppa til mótpartin, so kanska mangla vit tann seinasta villskapin, um vit skulu vinna fleiri dystir, sigur blaðungi miðvallarin.
Sikta eftir heiðursmerkjunum
Hóast Rakul Sørensen í løtuni og fram til summarsteðgin gongur á ítróttaháskúla í Vági, so vónar hon aftur at kunna gera seg galdandi í ljósabláu víkingablusuni í ár, og málsetningurin er einfaldur.
– Eg ætli mær at stríðast fyri at endurvinna mítt pláss á liðnum, og sum lið arbeiða vit altíð fyri at flyta okkum rætta vegin, so í ár eiga vit at fara málrættað eftir einum heiðursmerki, sigur unga stjørnuskotið at enda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2022
Ungu føroysku kvinnurnar skulu í apríl spæla tríggjar áhugaverdar dystir í Norðurírlandi, har Aserbajan og Malta eru mótstøðuliðini, umframt vertsstjóðina
U19 landsliðið við gentum skal í apríl til EM undankapping í Belfast og Larne í Norðurírlandi.
Føroyar eru í bólki saman við Aserbajan, Malta og Norðurírlandi, og metast kann at liðið hevur møguleika at rímiliga javnar dystir.
Landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen, hevur úttikið hesar 19 spælarar til hópin:
Kristina D. Gásdal, 07 Vestur
Eyðbjørg Reynslág, B36
Judith Eilersdóttir Rasmussen, B36
Ronja Leonsson Mouritsen, B36
Lív Rúnadóttir, B36
Birita Pætursdóttir Rasmussen, B36
Ester Ellingsgaard, B36
Jovina av Skarði, B36
Gunnrið Poulsen, B36
Sarita Petersen, EBS/Skála
Malena Olsen, KÍ
Anitha á Dalinum, KÍ
Lóa Samuelsen,KÍ
Maria Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ
Noomi Hansen, NSÍ
Sára á Líðarenda, Víkingur
Jórun í Túni Petersen, Víkingur
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (DK)
Gunnvá Lutzen, Vildbjerg (DK)
Sum sæst, so er B36 greitt best umboðaða liðið við átta leikarum.
U19 landsliðið byrjar kappingina við dysti móti Aserbajan mikudagin 6. apríl, síðan spæla tær móti norðurírsku vertunum leygardagin 9. apríl, og seinasti undankappingardysturin er móti Malta týsdagin 12. apríl.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2022
Treytirnar hjá ÍF vóru undan dystinum púra greiðar: Tapti ÍF, so glapp FM-finalan av hondum
Føroya Tele-deildin, menn:
ÍF – Mjølnir 3-2 (25-23, 21-25, 26-28, 25-21, 15-11)
Treytirnar hjá ÍF vóru undan dystinum púra greiðar: Tapti ÍF, so glapp FM-finalan av hondum. Fimm stig í sínum tveimum síðstu dystum var tað, sum kravdist, skuldi ÍF í finaluna. Part av tí setninginum greiddu fuglfirðingar hóskvøldið, tá tvey stig komu til vega í 5-settaranum ímóti oddaliðnum Mjølni.
Hin parturin av setninginum er nú at vinna trý stig í síðsta dystinum ímóti Fleyr, sum verður í Havn í dag kl. 18.
Stendur ÍF ta royndina, so er liðið í FM-finalunum, sum tóktust eitt sindur kámar undan dystinum í hóskvøldið.
Dreymabyrjan hjá ÍF
Greitt var frá fyrstu servu, at ÍF absolutt ikki ætlaði at lata finaluplássið gleppa sær av honum, og støðan gjørdist 9-5 og 11-7, men so kom stígur í, og Mjølnir javnaði til 12-12. Hereftir gekk javnt á, men helst mundi ótti koma á heimaáskoðararnar, tá Mjølnir legði seg framum 20-18. ÍF javnaði tó til 21-21, og legði seg síðani framum 24-22.
Mjølnir yvirlivdi fyrsta settbóltin, men servaði síðani í netið, so ÍF vann settið 25-23.
Lógu fuglfirðingar sjóvarfallið av sær?
Tá ÍF síðan legði seg á odda 11-4 í øðrum setti, sá støðan avbera góð út, men so við og við beit Mjølnir burturav leiðsluni, og brátt var støðan javnleikur 13-13. ÍF vann seg trý stig framumaftur, men Mjølnir javnaði til 17-17, og legði seg eisini framum 24-21 og vann settið 25-21.
ÍF iðraði seg um spilta møguleikan at taka settið eftir góðu byrjanina, men var brekan brøtt eftir tapta annað-settið, so gjørdist hon mikið brattari eftir eisini at hava tapt triðja sett, sum var meinlíkt tí undandfarna. ÍF førdi hesa ferð 13-6, tá leiðslan fór at minka. Soleiðis gjørdist støðan 16-12 og 18-17, og síðani javnleikur 19-19, áðrenn Mjølnir fekk settbólt við 24-23. ÍF yvirlivdi, og vann sær sjálvum settbólt við 26-25, men Mjølnir vendi tí aftur og vann settið 28-26, tá smassjið hjá ÍF brast í gólvið uttanfyri vøllin.
Men ÍF leggur seg aldrin uttan svørðslag. Eftir at tað hevði verið púra javnt til 16-16 í fjórða setti, vann ÍF seg tvey stig framum og helt seg frammanfyri, tað sum eftir var av settinum, sum varð vunnið 25-21.
Alt ella einki
Tapti ÍF javnbrótaran, so reyk finalan eisini. Útlitini vóru tó góð fyri ÍF, tá støðan gjørdist 6-4 við tveimum serviessum frá Arthuri D. Poulen, sum annars hevði sitið á beinkinum stóran part av dystinum. Í báðum førum feilmetti Mjølnir longdina á servuni, sum helt seg innanfyri. Mjølnir javnaði tó til 6-6 og 7-7, men so vann ÍF tríggjar bóltar rað og legði seg á odda 10-7, sum gjørdist avgerandi. ÍF fekk síðani fimm dystarbóltar við støðuna 14-9 og gjørdi sær dælt av tí triðja og vann 15-11 – og ikki minst dystin 3-2, sum var akkurát nóg mikið til at halda lív í vónini um FM-finalur.
Einasta forðingin fyri at gera dreymin til veruleika er nú Fleyr.
Í kvøld kl. 18 møtast liðini í Høllini á Hálsi í Havn, og vinnur ÍF 3-0 ella 3-1, so eru fuglfirðingar í FM-finalunum. Annars verður tað SÍ. Teir tríggjar undanfarnu landskappingardystirnar ímóti Fleyr hevur ÍF allar vunnið 3-1.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2022
Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram
Fimleikaframsýningarnar hjá Støkk vera um vikuskiftið í Bylgjuni í Runavík, og í ár eru tær fimm í tali, boðar Støkk frá í tíðindaskrivi.
Sýningarnar við børnum undir skúlaaldur eru í dag klokkan 10 og 12, meðan blandaðar framsýningar við eldru liðunum eru í dag klokkan 15, og í morgin klokkan 14 og 16.30.
Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn 4-6 ár, vanligu liðini frá 1.-10. flokk, kvinnur, styrki og konditión, amboðslið og estetisk kappingarlið. Undir framsýningunum verða merki og ídnisprógv handað.
Felagið skipar fyri páskareggjatombola og kaffisølu í gongini í ítróttarhøllini báðar dagarnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2022
Hetta vikuskifti fara okkurt um túsund fimleikarar hjá Havnar Fimleikafelag at vísa, hvat tey hava vant í vetur, tá felagið skipar fyri fimm fimleikaframsýningum í høllini á Stórheyggi
Havnar Fimleikafelag endar um vikuskiftið eitt væleydnað fimleikaár. Fimleikarárið verður rundað av við forvitnisligum framsýningum, har flestu íðkandi limirnir í felagnum fara at vísa, hvat teir hava vant í vetur.
Av tí at talan er um so nógv lið er neyðugt at skipa fyri ikki færri enn fimm framsýningum. Fýra av hesum verða í dag, og ein verður í morgin í høllini á Stórheyggi.
Framsýningarnar verða skipaðar soleiðis, at liðini verða býtt upp, soleiðis at børn undir skúlaaldur, rútma og dansur verður í dag, og amboð og tricking/parkour/freerun verður víst fram í morgin.
Umframt liðini í Havn, hevur Havnar Fimleikafelag eisini fleiri íðkarar í Vestmanna, sum vístu fram teirra kynstur til árligu framsýningina síðsta vikuskifti í ítróttarhøllini í Vestmanna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald