Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 02. apríl 2022 | Nr. 14 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Veingjaskerdar vindmyllur í Kollfjarðardali

SíÐa 2

1 Leygardagur 02. apríl 2022

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Oddagrein

Búskaparligt atgerðarloysi

Tað tykist, sum veruleikin nú er gingin upp fyri borgarligu politikarunum í samgonguni, at tað veruliga ikki hongur saman við landsins finansum.

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, hevur í vikuni lagt fíggjarkarmarnar fyri komandi árini fyri tingið, og sambært hesum stendur landskassin til at fáa eitt hall á yvir 120 milliónir krónur komandi ár.

Landsstýrismaðurin hevur lovað at finna 30 milliónir í sparingum áðrenn sjálvt fíggjarlógaruppskotið skal leggjast fram um eitt hálvt ár, so at munurin millum inntøkur og útreiðslur verður eitt hall á ‘bara’ góðar 90 milliónir krónur.

Nei, hetta er ikki gott nokk. Vit eru í sera góðum tíðum við ongum arbeiðsloysi, og slík ár eiga ikki at geva hall á fíggjarlógini.

Formaðurin í Búskaparráðnum hevur vísiliga víst á, at sjálvandi ber at ikki til at hava ein vøkstur á fleiri hundrað milliónir krónur í útreiðslunum í miðal hvørt einasta ár. Tiltøk mugu setast í verk, sum tálma hesum vøkstri.

Sjálvandi hevur koronastøðan órógvað fíggjarlógararbeiðið hesi seinastu bæði árini, tí óvissa hevur verið um hvørja ávirkan tiltøkini hava á landsbúskapin.

Um hetta er orsøkin til at tað ikki eru tikin stig til at tálma útreiðsluvøksturin, skal ikki kunna sigast. Tað kann bara staðfestast, at onki bendir á, at landsstýrið hevur gjørt royndir at tálma áhaldandi útreiðsluvøksturin.

Tað undarliga við hesum er, at bæði landsstýrismaðurin og fíggjarnevndarformaðurin eru púra samdir í, at okkurt skal gerast við útreiðsluvøksturin, samstundis sum teir ásanna, at hetta ikki er gjørt í nóg stóran mun.

Hetta sigur okkum so mikið sum, at borgarliga samgongan er komin í eina knípu undan komandi løgtingsvali, ið skal vera um minni enn hálvtannað ár.

Tí stundir eru ikki at gera nakað munandi við støðuna innan val skal vera. Landsstýrismaðurin sigur jú sjálvur, at tað ber ikki til at traðka ov hart á bremsuna, sum støðan er nú. Trupulleikin er bara tann, at einaferð verður neyðugt at traðka hart á bremsuna, um onki verður gjørt. Vit vita bara ikki hvør fær æruna at sita við ábyrgdini av fíggjarmálum tá.

Um sitandi samgonga skal gera nakað mundandi við støðuna – og her tosa vit um álvasrligar sparingar, skerjingar – so er tað ikki rætta tíðspunktið at gera tað síðst í einum valskeiði. Tí tað er tað sama sum at biðja um ikki at vera afturvaldur.

Ergo hendir neyvan nakað áðrenn valið. Neyvan tolir sitandi samgonga heldur atgerðarloysi. Nei, útlitini eru onki serlig hjá landsins ráðandi monnum. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3885

    Lisnar síður: 12219

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 02. apríl 2022

Veingjaskerdar vindmyllur í Kollfjarðardali

Avbjóðingar í svinginum í Kollfjaðardali, tá vindmylnuvongur skuldi koyrast á Gellingarklett

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ikki gongur altíð, sum prestur prædikar. So var heldur ikki í svinginum í Kollfjarðardali og niðan á Oyggjarvegin beint við Effo støðina hósdagin, tá fyrsti vongurin til vindmyllurnar á Gellingarkletti varð fluttur av bryggjuni á Oyrareingjum á Gellingarklett.

Tá talan er um so stórar og ovurtungar  “greyðir” koma altíð avbjóðingar, sum kortini eru at loysa. Tá vongurin skuldi koyrast niðan til vindmylnulundina vísti tað seg, at har var so mikið nógv síðuhall í sjálvum svinginum, at neyðugt hevur verið at gera onkrar tillagingar.

Ætlanin var at javna síðuhallið út, so flutningurin ikki hellir so nógv, tá koyrt verður í svinginum. Somuleiðis verður ein fyribils ífylling gjørd, so svingið verður breiðkað nakað. Tað skuldi gjørt tað munandi lættari at fingið veingirnar um svingið og harvið at hildið tíðarætlanina fyri uppseting av hesi stóru og spennandi orkuverkætlanini. Sum skilst verða tað ikki seinkingar í arbeiðsætlanini av hesi orsøkini.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2022

3
Leygardagur 02. apríl 2022

Fyri fyrstu ferð – tveir føroyingar í X Factor finaluni

Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá eru millum tey trý, sum eru eftir í kappingini

(Mynd Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fríggjakvøldið gjørdist eitt satt sigurskvøld fyri føroyskan tónleik. Tveir ungir evnaríkir føroyingar, Kári Fossdalsá og Tinna Mellemgaard, sungu seg millum tey seinastu trý í ársins X Factor tónleikakapping á donsku TV2 sjónvarpsstøðini.

Føroyingar eru fyrr komnir langt í hesi kappingini, og hava eisini vunnið. Men ongantíð fyrr eru tveir føroyingar komnir so langt.

Og óansæð hvat úrslitið verður komandi fríggjakvøld, so má sigast, at X Factor í ár hevur verið eitt stórt herðaklapp fyri føroyskan tónleik.

Stuttligt eisini, at tað eru tveir so ymiskir sangarar/tónleikarar, sum eru komin so langt.

Tina var ikki heilt ókend frammanundan. Hevur gjørt sær sínar royndir gjøgnum musikkskúlaskipanina, og hevur eisini vunnið onkran heiður í tónleikakapping í Føroyum við egnum tónleiki. So tað var ikki ókent fyri øll, at hon dugdi at syngja.

Øðrvísi er við tí eitt sindur eldra Kára, sum sjálvur hevur greitt frá, at hann so at siga onki hevur upptraðka áðrenn hann fyri nøkrum árum síðani flutti til Danmarkar og fann saman við nøkrum vinmonnum í einum orkestri.

Rættiliga væl klárað, at hann nú skal standa millum trý tey bestu í hesi kapping, sum jú er risastór, tá hugsað verður um øll tey vónríku ungu, sum royna at sleppa við her í eini jagstran eftir at gerast kend gjøgnum sjónvarpið.

Stuttligt eisini, at meðan Tina frá fyrstan tíð av hevur verið spádd at koma langt í kappingini, so hevur tað verið júst øvugt hjá tí meira óroynda toftamanninum.

Longu í fyrstu sending kom hann í vanda fyri at verða sílaður frá. Men hann megnaði at halda seg inni í kappingini. Tá hann so í triðju sending aftur kom í vanda, munnu tað vera mong, sum ikki trúðu upp á hansara møguleikar.

Heldur ikki hann sjálvur, hevur hann sagt. Men hann tók sínar kjansir. Sang sínar sangir og megnaði at halda seg inni í kappingini, og seinastu umførini hevur hann als ikki verið í vanda.

[object Object]

- Tú spjaðir gleði

Kári Fossdalsá byrjaði ballið í gjárkvøldið við vælkenda dansinummarinum hjá Daft Punk og Pharrel Williams, “Get Lucky”.

- We’re up all Night to get Lucky, sang toftamaðurin, og tað koyrdi væl. Kári í kongabláum við tjúkkari gullketu um hálsin.

Hann hevði dansarar við á pallinum – dugnaligar dansarar, men tíverri hættaði Kári sjálvur sær ikki at dansa – spell.

- Tú spjaðir smíl og gleði. Tað hóskaði tær við hesum sanginum, segði Kwamie Liv.

Blackmann var ikki so imponeraður av sanginum, men hefti seg – enn einaferð – til smílið.

- Mær dámar teg sum persón, men títt smíl kemur at standa í vegin fyri innara spenninginum í tónleikinum, segði hann.

Martin Jensen, mentorin hjá Kára var ovurfegin um avrikið, og hefti seg serliga við falsettsangin hjá Kára.

- Hetta er fantastiskt, tí síðsta sunnudag megnaði tú ikki ein falsetttóna. Men tú hevur lært tað upp á eina viku. Tú ert eitt stórt talent.

[object Object]

Leyp út í tað – heimurin stendur opin

Tina Mellemgaard tók ein stóran kjans við at syngja ein sang hjá henni sjálvari til hetta veitslu-temað.

Sangurin “Åben” snýr seg um at leypa út í lívið – heimurin stendur opin fyri tær, sang Tina á donskum. Flott strúkaraarrangement, sum mennir seg til eitt róligt dansinummar.

Sambært Martin Jensen var tað ikki so heppið, at hon hevði valt ein ókendan sang til eitt veitslu-tema.

- Eg hevði nokk ikki sett handan sangin á til eina veitslu har heima, men tú gjørdi tað fínt.

Blackman var meira bergtikin.

- Tónleikurin talar frítt gjøgnum teg. Tú kanst alt – tað er ófatiligt at tú yvirhøvur hevur verið í vanda í hesi kappingini, segði hann.

Kwamie Liv var ovurfegin um næming sín:

- Tú er undurfull. Vit eru heppin at fáa høvi at uppliva teg á henda hátt. Hetta er heilt vilt. Eg havi aldri upplivað nakran, ið kann leggja so presisar vokalir, sum tú kanst.

[object Object]

Kári fekk rós frá Blackman

Annað umfar snúði seg um ‘morgunin eftir’, og aftur var tað Kári av Toftum, sum legði fyri.

Hesaferð hevði hann guittaran við til at syngja “Dancing on my own” hjá Robyn. Eitt stilt lag, og Kári kom væl frá guittarspælinum eisini.

Og dómararnir vóru ovfarnir.

Thomas Blackmann, sum higartil ikki hevur havt so nógv gott at siga um Kára, annað enn um smílið, var nærmast tikin av bóli.

- Skidegott, Kári. Hatta var tað rætta tíðspunktið at koma við hasum. Hetta er fyrstu ferð, at tit báðir (Kári og Martin Jensen, -red.) hava tikið meg á bóli – nú gav tað meining, segði Blackmann.

Kwamie Liv hevði eisini nógv rósandi orð til føroyingin.

- Fínur dynamikkur. Tú vart totalt til staðar, Kári. Gott klárað

Mentorin hjá honum, Martin Jensen var avgjørdur.

- Tú ert simpulthen tann luttakarin í X Factor øll 15 árini, sum hevur ment seg mest av øllum gjøgnum kappingina.

[object Object]

Tina nelgdi Lady Gaga-sangin

Tina hevði valt sangin “I’ll never love again” hjá Lady Gaga til sín ‘morgunin-eftir’-sang. Og tað kom hon ótrúliga væl frá. Við hesum sanginum fingu vit eina roynd upp á hvussu spakuliga og fínt hon kann syngja við teimum høgu tónunum, men megnaði eisini at ‘syngja ígjøgnum’ seinni í sanginum.

Og dómararnir vóru eisini samdir um, at Tina ‘nailaði’ sangin hjá Lady Gaga.

- Tú ljóðaði skidegott – tú megnaði at syngja henda sangin. Tað er ikki lætt, tá tað snýr seg um Gaga, segði Martin Jensen.

Blackmann var enn meira bergtikin:

- Tú sangst teg í finaluna í kvøld. Hetta her snýr seg um at loyva ekstraordinerum talentum at falda seg út, og tað er tað tú gert, segði Blackman.

- Ársins sangavrik. Tú fekk Lady Gaga at ljóða sum Tina. Tað er einastandandi, segði Kwamie Liv.

[object Object]

Tá atkvøðurnar vórðu taldar upp og úrslitið skuldi avdúkast, var tað ungi sangarin hjá Thomas Blackman, sera evnaríki Mads Moldt, ið varð róptur fram fyrst. Hann er í hvørjari sending komin sikkurt víðari.

Annar sangarin, sum varð róptur fram var – heldur óvæntað fyri nógv – hin mannligi sangarin, føroyingurin Kári Fossdalsá.

So stóðu Tina Mellemgaard og Mille Bergholtz eftir og bíðaðu í spenningi. Og tað var avgjørt, at Tina var tann triðja, ið slapp víðari.

Pláss var ikki fyri Mille, sum – eins og Kári Fossdalsá – hevur havt Martin Jensen sum mentor. Við hesum úrslitinum hava allir tríggir dómararnir hvør sín luttakara tá finalan verður komandi fríggjakvøld.

Fyrst skal ein sílast frá, og so skulu tveir teir bestu sangararnir upptraðka einaferð afturat áðrenn vinnarin verður kjósaður.

Fleiri myndir her 

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2022

4 Leygardagur 02. apríl 2022

Endaliga talið var 8,3 milliónir

– Vit vóru tikin á bóli, at undirtøkan fyri tiltakinum var so stór, tá fleiri túsund einstaklingar, fleiri enn 400 fyritøkur, feløg, kommunur, skúlaflokkar og onnur, ið stuðlaðu innsavningini, sigur Reyði Krossur Føroya

Stuðulin fer til neyðstødd í Ukraina
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnukvøldið skipaði Reyði Krossur, í samstarvi við Kringvarpi Føroya, fyri stuðulskonsert fyri Ukraina, og tá sendingin endaði var boðað frá, at 7.248.177 krónur vórðu komnar inn.

Men endaliga talið er nakað væl hægri. Tá talt varð saman eftir konsetina, vóru komnir heilar 8.344.064 krónur inn til neyðstødd í Ukraina.

Við hesum úrsliti fær Reyði Krossur Føroya eitt munandi betri grundarlag at skipa hjálpararbeiði, bæði í Ukraina, í grannalondunum, umframt við Flóttahjálpini her í Føroyum, skrivar Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivi.

– Vit vóru tikin á bóli, at undirtøkan fyri tiltakinum var so stór, tá fleiri túsund einstaklingar, fleiri enn 400 fyritøkur, feløg, kommunur, skúlaflokkar og onnur, ið stuðlaðu innsavningini.

– Reyði Krossur takkar øllum hjartaliga, sum hava hjálpt okkum at hjálpa. Eisini ein serlig tøkk til øll, sum hava hjálpt til á ymsan hátt, bæði í tíðini frammanundan og á kvøldinum, sigur Reyði Krossur at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2022

5

Størv

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024
6 Leygardagur 02. apríl 2022

Birita Sandberg Samuelsen nýggj forkvinna í BankNordik

BankNordik hevði ársaðalfund fyri viku síðani, har nýggj nevnd varð vald

Birita Sandberg Samuelsen
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ársaðalfundurin hjá BankNordik varð í dag hildin í høvuðssætinum á Oknarvegi í Havn. 

Umframt góðkenning av ársfrágreiðing og roknskapi varð avgjørt at gjalda partaeigarunum 14,17 krónur í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið svarandi til 136 milliónir krónur ella 50 prosent av ársúrslitinum umframt 250 milliónir krónur í serligum vinningsbýti.

Avgjørt varð at lækka nevndarsamsýningarnar við 10 prosentum, og aðalfundurin valdi Pf. Januar, løggilt grannskoðanarvirki, sum uttanhýsis grannskoðanarvirki. Áður hava bæði PWC og Pf. Januar verið grannskoðarar hjá BankNordik.

Nýggj nevnd varð eisini vald, og beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Rúna Vang Poulsen sum næstformanni. 

Hesi eru nú í nevndini hjá BankNordik: Birita Sandberg Samuelsen, forkvinna, Rúni Vang Poulsen, næstformaður. Birgir Durhuus, aðalfundarvaldur nevndarlimur, Kristian Reinert Davidsen, aðalfundarvaldur nevndarlimur, Marjun Eystberg, aðalfundarvaldur nevndarlimur, Anja Rein, starvsfólkaumboð, Kenneth M. Samuelsen, starvsfólkaumboð, og Alexandur Johansen, starvsfólkaumboð

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2022

7 Leygardagur 02. apríl 2022

Føroya Tele rindar 30 milliónir krónur í vinningsbýti

Føroya Tele samtakið hevði góðar 40 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2021, og tað gevur rúm fyri 30 milliónum krónum í vinningsbýti til eigaran Føroya Landsstýri. Týðandi stig vórðu tikin við útbreiðsluni av fipursambandi og 5G-verkætlanini

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

2021 hilnaðist væl hjá Føroya Tele, og nevnd og stjórn eru væl nøgd við góðu gongdina. Tað var stutta niðurstøðan á aðalfundinum hjá samtakinum í dag. Tað varð samtykt at rinda 30 milliónir krónur í vinningsbýti til Føroya Landsstýri, sum eigur allan partapeningin.

Í mun til 2020 vaks samlaða nettosølan úr 389 milliónum upp í 407 milliónir krónur. Ársúrslitið eftir skatt øktist úr 31 milliónum upp í góðar 40 milliónir krónur, sum er vøkstur upp á 32 prosent. Íløgurnar vóru 74 milliónir krónur.

– Føroya Tele er týðandi leikari í samfelagnum. Búskaparlig styrki, tøknilig nýhugsan og menning í samtakinum eru tískil trygt undirstøði at byggja á. Hetta gevur megi og hegni at taka við teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman, sigur Bjarni Arnason, nevndarformaður.

Í 2021 varð hol sett á skiftið til 5G. Í samstarvi við Ericsson verður alt farnetið skift út, og ætlanin er, at farnetið virkar á nýggjastu tøknini frá Ericsson um ársskiftið 2022/2023. 5G fer at geva størri kapasitet, hægri ferð og betri góðsku um alt landið.

Útbreiðslan av fipursambandi tók dik á seg í 2021. Verkætlanin hevur til endamáls at leggja fipurnet inn til hvørt húsarhald í Føroyum, og arbeiðið framtíðartryggjar vaksandi tørvin at fáa meira ferð á breiðbandinum.

Nógv vatn er runnið í ánni, síðani Føroya Tele var skipað sum partafelag. Síðani 1998 hevur samtakið gjørt íløgur fyri slakar tríggjar milliardir krónur, og hesi árini hevur samtakið goldið eigaranum tilsamans 405 milliónir krónur í vinningsbýti.

Nevndin er mannað við fýra limum, sum Føroya Landsstýri velur, og trimum starvsfólkavaldum limum. Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, varðar av samtakinum, og hann hevur ongar broytingar gjørt í nevndini.

Í nevndini eru Bjarni Arnason, formaður, Johnni M. Poulsen, næstformaður, Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Nielsen, tilnevnd av landsstýrinum; og Ólavur Simonsen, Levi T. Nybo og Finnbjørn Simonsen, starvsfólkavald umboð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2022

8 Leygardagur 02. apríl 2022

Poul Geert Hansen og Jan Ziskasen ársins leiðarar

Tað varð avdúkað á Leiðaradegnuum síðsta fríggjadag

Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, er ársins leiðari innan tað privata
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Síðsta punkt á skránni á Leiðaradegnum, sum var á Hotel Føroyum síðsta fríggjadag, var sum vant kjósanin av ársins leiðara innan tað almenna og tað privata.

Trý vóru tilnevnd í hvørjum bólki, og ein dómsnevnd hevur tikið støðu til hvør skuldi fáa heiðurin at vera ársins leiðari.

Innan tað almenna var tað Poul Geert Hansen, aðalstjóri í uttanríkis- og mentamálaráðnum, sum varð kosin ársins leiðari.

[object Object]

Um Poul Geert Hansen verður sagt:

- Leiðarin er sera tilvitaður um leiðslu og menning. Hann er arbeiðssamur, skipaður, stabilur og politiskt tev. Leiðarin eer góður við sini starvsfólk sum hann hevur álit á og verjir. Hann hevur ein opnan leiðslustíl, er tolin, rættvísur, lagaligur og er altíð líka. 

Innan tað privata var tað Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, sum varð kosin ársins leiðari.

[object Object]

Um Jan Ziskasen verður sagt:

- Ársins privati leiðari er kveikandi so starvsfólkin kenna at fyritøkan er best og dugnaligast. Leiðarin megnar at fáa øll at ganga somu leið, og fær starvsfólkini við til at seta kósina. Leiðarin er trúgvur ímóti sínari sannføring, og er til reiðar at taka avleiðingarnar. Leiðarin er lættur at tosa við, sjónligur og dugir væl at lurta, um starvsfólkini hava nakað uppá hjartað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2022

9 Leygardagur 02. apríl 2022

Kundar hjá Betri Pensjón: Nærum 150 milliónir í avkasti í fjør

- Vit eru errin av, at kundar okkara sjálvir kunnu velja váðastøðið á síni pensjón og soleiðis vera við til at ávirka sítt egna úrslit. Í fjør gekk væl, og tey við hægsta váða fingu oman fyri 27 prosent í avkasti. Tað er heilt einastandandi, sigur Helgi L. Petersen stjóri í Betri Pensjón

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Tað er nógv hugaligari tey árini, tá tað gongur væl, og 2021 var avgjørt eitt gott ár. Tað staðfestir stjórin í Betri Pensjón, Helgi L. Petersen, sum fegnast um, at í alt 148 milliónir krónur í avkasti vórðu settar inn á pensjónskonturnar hjá teimum umleið 11.500 kundunum.

- Serliga tey, sum hava sett sína pensjónsuppsparing í høgan váða, fingu gott úrslit í fjør. Ár eru ymisk, og ikki øll ár fara at vera eins góð og hetta. Rættast er at síggja hesa gongd yvir fleiri ár. Men eg fegnist um, at vit kunnu geva kundunum ymsar valmøguleikar, sigur Helgi L. Petersen.

Hann vísir á, at ymsu váðastøðini seta stór krøv til felagið og starvsfólkini. Eingin kundi skal eggjast út í nakað, sum viðkomandi ikki metir vera trygt, samstundis sum tey váðafúsu skulu kunna velja høgan váða.

- Júst tí er tað gott at kunna lata fólk velja sjálv, staðfestir Helgi L. Petersen og vísir á, at hjá Betri Pensjón kunnu kundarnir velja ímillum seks ymisk váðastøði, alt eftir hvussu váðafús ella varin tey eru.

Hjá Betri Pensjón var 2021 eisini eitt gott ár í aðrar mátar, tí kundaskarin vaks, og felagið hevði eitt ársúrslit á 3,3 milliónir krónur eftir skatt.

- Rakstrarúrslitið er avgjørt nøktandi, tí okkara endamál er at forvinna avkast til kundarnar – ikki okkum sjálv. Ár eru ymisk, og útgjøldini fyri ymsu tryggingarnar kunnu sveiggja heilt fitt ár um ár. Tey eru serliga tengd at, hvussu nógvar lívstryggingar verða útgoldnar, og hvussu nógvir tilburðir av sjúku og óarbeiðsføri eru. So leingi, sum kundarnir fáa nógv og vit fáa eitt sindur, eru vit júst har, vit vilja vera, sigur Helgi L. Petersen.

Árið í stuttum:

  • Ársúrslit eftir skatt: 3,3 milliónir
  • Tryggingar- og pensjónsgjøld: 187 milliónir
  • Avkast hjá kundum í miðal: 8,9%
  • Íløguogn hjá kundum við árslok: 1.743 milliónir
  • Eginogn: 82,9 milliónir
  • Solvensdekningur: 295%

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2022

10 Leygardagur 02. apríl 2022

Guðrið Højgaard í nevndina í Bakkafrost

Tað verða væntandi broytingar í nevndini í Bakkafrost á aðalfundinum tann 29. apríl. Valnevndin skýtur upp, at Guðrið Højgaard verður vald inn í nevndina.

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, skotin upp til nevndina í Bakkafrost (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Guðrið Højgaard er stjóri í Visit Faroe Islands, er útbúgvin MBA í marknaðarførslu og samskifti. Hon kemur inn í staðin fyri Johannes Jensen, stjóra á Gist og Vist, sum sostatt fer úr nevndini.

Hinir nevndarlimirnir, sum væntandi verða afturvaldir, eru Einar Wathne, Øystein Sandvik, Annika Frederiksberg og Teitur Samuelsen.

[object Object]Rúni M. Hansen heldur fram sum nevndarformaður í Bakkafrost, har hann hevur røkt álitisstarvið frá byrjan. 

Tað verður eisini tilmælt, at Rúni M. Hansen verður afturvaldur sum nevndarformaður. Hann hevur verið nevndarformaður síðani 2009, árið fyri felagið varð skrásett á keypsskálanum í Oslo. Hann hevur sostatt verið nevndarformaður øll árini felagið hevur verið skrásett á keypsskálanum.

Ársroknskapurin er eisini almannakunngjørdur. Yvirskotið í 2021 var 964 milliónir krónur, og nevndin fer at skjóta upp á aðalfundinum at 304 milliónir krónur verða útgoldnar í vinningsbýti.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2022

11 Leygardagur 02. apríl 2022

Thetis smáar 23 milliónir í avlopi

Gerandisdagurin er so smátt við at venda aftur í Thetis eftir tvey óvanliga virkin ár

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Thetis hevði eitt gott ár í fjør, og nú roknskapurin fyri 201 er tøkur, kann fyritøkan vísa á eitt úrslit eftir skatt upp á 22,8 milliónir krónur.

Nú tikið verður samanum farna árið, eiga starvsfólkini stóra æru av, at úrslitið gjørdist so gott. Tað sigur nevndarformaðurin, Regin W. Dalsgaard og vísir á, at starvsfólkini stóðu stinn í fleiri koronabylgjum við ymsum frábrigdum, umframt politiskum broytingum, eitt nú tá ið kanningarnar við landamarkið vórðu strikaðar aftur. 

- Árið gjørdist gott fyri okkum av fleiri orsøkum. Tá ið kanningarnar við markið vórðu strikaðar 1. september, hevði góða samstarvið við almennu Føroyar við sær, at vit nøktaðu tørvin - eisini tá kanningarnar fleirfaldaðust, og yvir 5.000 føroyingar skuldu kannast dagliga. Hartil høvdu vit eitt gott úrslit á 22,8 milliónir krónur, samstundis, sum vit megnaðu at gera kanningarnar fleiri ferðir bíligari enn eitt nú Danmark og onnur grannalond. So samanumtikið var hetta eitt hektiskt, strævið, men gott ár, sigur Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður, og vísir serliga til starvsfólkið, ið tók stór tøk hetta farna árið. 

Í Føroyum eydnaðist til fulnar at finna eina framkomna loysn til at gera koronukanningar.

- Hetta hevur við sær, at kanningarorkan nú stórt sæð er óavmarkað. Samstarvið millum kanningarstovur, sjúkrahúsverk og myndugleikar var framúr, og saman megnaðu vit at tryggja føroyingum PCR-kanningar av hægstu góðsku, sigur Regin W. Dalsgaard og vísir á, at Thetis hartil enn, sum einasti veitari, kann geva teimum, sum hava verið smittað við koronu, altjóða góðkenda váttan - tað sonevnda immunitetspassið.

Hóast seinastu koronaátøkini blivu strikað í februar 2022, fer Thetis at halda á at gera kanningar, so leingi tørvur er á tí, staðfestir nevndarformaðurin og leggur afturat, at Thetis eitt nú hevur gjørt stórar íløgur í tól til kanningarstovuna fyri yvirskotið.

- Virksemið er nú lagað til gerandisdagin, og vit hava aftur 11 starvsfólk á lønarlistanum. Men kortini er tilbúgvingin klár, um so er, at nýggj koronufrábrigdi koma aftur. Vit síggja í løtuni nýggjar avmarkingar úti í heimi - eitt nú Kina, har stór øki eru stongd vegna nýggj útbrot av koronu. Men í fyrstu atløgu savna vit okkum um vanliga arbeiðið aftur eftir hetta tørnið, sigur Regin W. Dalsgaard.

• Vanliga heilsufrøðiliga kanningararbeiðið hjá Thetis øktist eitt vet í 2021. 

• Kanningarstovan hevði umleið 100 fólk á lønarlistanum í fjør. 

• Fíggjarliga úrslitið eftir skatt var 22,8 milliónir krónur.

• Høvuðsuppgávurnar hjá altjóða góðkendu kanningarstovuni, Thetis, eru nú aftur at gera kanningar innan umhvørvi- og matvøru.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2022

12 Leygardagur 02. apríl 2022

JT Electric besta úrslit nakrantíð

Ársúrslitið gjørdist 14,5 milliónir krónur sammett við 12,8 milliónir krónur í fjør. Fyritøkan hevur stórt verksemi uttanlands

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt yvirskot á 14,4 milliónir krónur, sum er besta úrslit nakrantíð hjá JT Electric, sum annars eisini ber uppruna navnið Pf. Jóannes Thomsen.

JT Electric er ein innovativ fyritøka, sum mennir, útviklar og selur egnar vørur í Føroyum og uttanlanda, og sum sambært leiðsluni hevur stórar framtíðar møguleikar á alheims marknaðinum.

Fyritøkan, sum Jóannes Thomsen stovnaði í 1972, fyri 50 árum síðani, hevur ment seg munandi síðstu árini. Frá at verða ein el innleggjara fyritøka í Fuglafirði, sum við tíðini flutti út á Kambsdal og menti vørur og tænastur til fiskivinnuna og alivinnuna í Føroyum og uttanlanda. Í dag hevur felagið miðsavnað seg um menna og selja vørur og tænastur til alivinnuna.

Av vørum, sum JT Electric hevur ment síðstu árini kunnu nevnast fóðurskipanir, kameraskipanir, sensor skipanir, undirvatns ljós, undirvatns kamera, fóðurflakar, ilt sensorar, umframt at felagið eisini byggir fóðurskip til alivinnuna í Pólandi.  JT Electric er tí í dag ein heildarveitari av tekniskari útgerð til alivinnuna.

Í 2020 keypti JT Electric skotska felagið Sterner Aquatech UK, sum m.a. arbeiðir innan water treatment og sludge treatment til smoltstøðir. JT Electric hevur í dag munandi virksemi ígjøgnum síni dótturfeløg bæði í Skotlandi og í Pólandi, og er líka so nógv ein altjóða fyritøka í dag, sum kappast við útlendskar veitarar á marknaðinum og har størri parturin av søluni í dag er uttanlands.

Sambært stjóranum í felagnum, Suna Justinussen, er uttanlandsvirksemið hjá JT Electric miðvíst økt, og hevur tað verið ein partur av strategi felagsins. Goður møguleiki er fyri at uttanlandamarknaðurin framyvir kann gerast enn størri og meira týdningarmikil hjá felagnum, umframt at føroysku kundarnir eisini framhaldandi fáa bjóða dygdargóðar vørur og tænastur.

Rakstrarroknskapurin

[object Object]

Roknskapurin hjá JT Electric vísur, at bruttovinningurin fall úr 31,4 milliónum í 2020 til 27,2 milliónir krónur í 2021.

Starvsfólkaútreiðslurnar vóru 14,2 milliónir krónur í 2021, sum er 1,1 milliónir lægri enn í 2020. Í alt 70 fólk starvast í fyritøkuni í Føroyum og uttanlands.

Úrslit áðrenn avskrivingar, Ebidta, fall úr 16,1 milliónum í 2020 til 13,1 milliónir krónur í 2021. Talan er tí um eitt fall í Ebidta á 18,9 prosent.

Felagið hevði tó fíggjarligar inntøkur í 2021 frá sínum dótturfeløgum uttanlands á 5,5 milliónir krónur, sum tí ávirkar úrslitið hjá felagnum munandi í 2021.

Úrslit eftir skatt í 2021 gjørdist tí eitt avlop á 14,5 milliónir krónur, sammett við 12,8 milliónir í 2020. Vøksturin í ársúrlitinum var tískil 5,9 prosent.

Fíggjarstøðan 

[object Object]

[object Object]

Fíggjarjavnin hjá JT Electric var í 2021 íalt 105,4 milliónir krónur, sum er sama støði sum í 2020.  

Støðisognin øktist úr 78,3 milliónum í 2020 til 81,3 milliónir krónur í 2021. Ogn í umferð fall hinvegin úr 28,1 milliónum í 2020 til 24,1 milliónir krónur í 2021. Serliga kann nevnast, at vørugoymslurnar í 2021 øktist við 4,6 milliónum til 11,6 milliónir krónur í 2021. Harnæst fall áogn frá skuldarum úr 16,8 milliónum í 2020 til 11,6 milliónir krónur í 2021. 

Eginpeningurin hjá JT Electric var við ársenda 2021 samanlagt 62,9 milliónir krónur sammett við 53,4 milliónir í 2020. Talan er um eina fíggjarliga sterka fyritøku, við einum trygdarevni á 60 prosent, sum má metast at verða gott. 

Felagið hevur goldið 4,4 milliónir niður á langfreistaðu skuldina, sum við ársenda 2021 íalt var 20,1 milliónir krónur Stuttfreistaða skuldin er somuleiðis minkað við 4,5 milliónum til 22,0 milliónir krónur í 2021.  

Gjaldførið hjá JT Elecric var rímuligt í 2021 , tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 109 prosent samanborið við 106 prosent í 2020. 

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 5 milliónir krónur av sum vinningsbýti til eigararnar. 

Høvuðspartaeigarin av Pf. Jóannes Thomsen (JT Electric) er Spf. Skrínið, sum er dótturfelag hjá Pf. Tjaldur.

Stjóri síðani 2017 hevur verið Suni Justinussen. Nevndarformaður er Árni Tór Rasmussen.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022

13 Leygardagur 02. apríl 2022

Jón Sigurdsson aftur í nevndini hjá Havnar Handverksmeistarafelag

Felagið hevði aðalfund í farnu viku, og nýggjur í nevndini er Jón Sigurdsson.

(Mynd: Vinnuhúsið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eftir at hava sitið í nevndini í Havnar Handverksmeistarafelag síðani 2014, harav mestu tíðina sum formaður, stillaði Sámal Erik Hentze ikki uppaftur, og í hansara stað varð Jón Sigurdsson valdur á aðalfundinum í faru viku, skrivar Vinnuhúsið.

Jón hevur áður sitið í nevndini bæði í Havnar- og Føroya Handverksmeistarafelag, og seinastu árini hevur hann eisini sitið í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Torbjørn Hansen stóð eisini fyri vali, og hann tók við afturvali, uttan mótvalevni.

Á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin, skipaði nevndin í Havnar Handverksmeistarafelag seg á sama hátt sum árið fyri – við Stein Olvi Petersen sum formanni og Magnusi Magnussen sum næstformanni. Í nevndini sita eisini Torbjørn Hansen, Kartin Lenvig og Jón Sigurdsson.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2022

14 Leygardagur 02. apríl 2022

Víðka og styrkja samstarvið við Grønland

Løgmaður hevur seinastu dagarnar verið á almennari vitjan í Grønandi. Semja er eitt nú um at kanna møguleikan fyri at útbyggja fiskiveiðusáttmálan millum londini

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Muté B. Egede, landsstýrisformaður (Mynd: Løgmansskrivstovan)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað tænir bæði Føroyum og Grønlandi at víðka og styrkja samstarvið landanna millum. Tað var boðskapurin hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, og Muté B. Egede, landsstýrisformanninum, á tíðindafundi í Nuuk á middegi.

Tað er semja um at útbyggja samstarvið á fýra ítøkiligum økjum.

1. Møguleikin fyri at útbyggja fiskiveiðusáttmálan millum londini verður kannaður.

2. Samstarvið innan ferðavinna verður ment.

3. Stig verða tikin til at styrkja samstarvið á útbúgvingarøkinum innan sjóvinnu.

4. Grønland vil hyggja nærri at vitanini og royndunum innan almennu fyrisitingina í Føroyum við atliti til at gera hana einfaldari.

- Hetta hava verið nakrir sera gevandi dagar í Grønlandi. Eg havi fingið eitt breitt innlit í grønlendska samfelagið. Føroyar og Grønland eru grannar, og sum tvær smátjóðir í Arktis hava vit eisini nógvar av somu møguleikunum. Tí eiga vit sjálvsagt at menna okkara samstarva enn meira. Tað eru semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum, og okkara viðurskifti við Grønland eru góð. Eg eri tí sannførdur um, at Føroyar og Grønland fara at samstarva enn meira í framtíðini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Eftir ætlan kemur Muté B. Egede, landsstýrisformaður, til Føroya á almenna vitjan í summar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2022

15 Leygardagur 02. apríl 2022

Væntandi aftur hall í 2023

Landsstýrið ætlar at fremja átøk næstu árini, soleiðis at avlop verður aftur á fíggjarlógini fyri 2025

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Væntandi verður undirskotið á fíggjarlógini í 2023 upp á 122,5 milliónir krónur.

Landsstýrið legði hósdagin játtanarkarmarnar fyri fíggjarárið 2023 fyri Løgtingið. Karmarnir fevna eisini um árini fram til 2027.

Endamálið við játtanarkørmunum fyri 2023-27 er at vísa mettu og framskrivaðu gongdina í útreiðslum og inntøkum landsins næstu 5 árini við galdandi lóggávu og verandi virksemisstigi.

Landskassin hevði hall í 2020, avlop í 2021 og væntandi aftur hall í 2022 og 2023, skrivar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi. 

Fyri 2023 verður mett, at útreiðslukarmurin verður 6.606,5 milliónir krónur. Rakstrarútreiðslurnar verða 6.056,5 milliónir krónur, og løguútreiðslurnar verða 550,0 milliónir krónur. Inntøkukarmurin verður mettur til 6.484,0 milliónir. Framskrivaða úrslitið verður -122,5 milliónir krónur í 2023.

Serliga útreiðslurnar til almannamál og heilsumál fara at vaksa komandi árini. Avbjóðingin er, at framskrivaði inntøkuvøksturin í fíggjarlógini ikki megnar at fylgja við framskrivaða útreiðsluvøkstrinum.

Landsstýrið ætlar tí at gera átøk á útreiðslusíðuni og inntøkusíðuni fyri 30 milliónir krónur í fíggjarlógini fyri 2023, soleiðis at úrslitið verður -92,5 milliónir. Um átøk fyri 30 milliónir krónur verða framd stigvíst hvørt árið fram til 2027, verður javnvág og vaksandi avlop frá 2025 og frameftir, sigur landsstýrið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2022

16 Leygardagur 02. apríl 2022

Løgmaður: Eiga at fara til eina varandi summartíð

- Tíðin er komin at taka kjakið um summartíð og vetrartíð upp, heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum heldur vit eiga at fara frá hesari siðvenjuni

– Eg haldi at Føroyar eiga at fara til eina varandi summartíð, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tíðin er farin frá at skifta tíðina.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í almennum skrivi í sambandi við at klokkan skuldi flytast fram síðsta vikuskifti.

ES-tingið samtykti í 2019 at droppa skiftið yvir til summartíðina, men ósemja hevur verið um, hvørt tað skal vera summartíðin, ella vetrartíðin, sum skal vera galdandi alt árið, og spyrt tú løgmann, eiga Føroyar at fara til eina varandi summartíð.

– Gera vit tað, sleppa vit undan at skifta tíðina tvær ferðir um árið, vit fáa ein eyka tíma av dagsljósi seinnapart um veturin, og vit fáa somu klokkutíð sum alt Evropa helvtina av árinum, sigur hann.

21. januar í ár lýsti løgmaður nýggja kunngerð um summartíð fyri 2022 og 2023, tá gamla kunngerðin frá 2016 bert var galdandi til og við 2021. Nýggja kunngerðin er sostatt bara galdandi fyri tvey ár í mun til ta fyrru, sum var galdandi fyri fimm ár.

Kunngerðin frá januar ásetur, at vit í ár skulu flyta klokkuna 27. mars og 30. oktober, og næsta ár 26. mars og 29. oktober.

Løgmaður sigur, at tað var tá hann skuldi lýsa kunngerðina í januar, at hann fór at hugsa, um tíðin ikki var búgvin til at avtaka hesa siðvenju í Føroyum.

– Kjakið í ES og Danmark um hetta málið tykist at vera fastlæst í løtuni, men eg haldi kortini, at vit eiga at taka kjakið í Føroyum, bæði alment og í politisku skipanini.

– Mítt uppskot verður, at vit fara til eina varandi summartíð, sum er GMT +1, sum eisini verður galdandi um veturin. Hetta hevur við sær, at tað, sum vit í dag kenna sum vetrartíð, fer í søguna. Vit fara sostatt at hava somu tíð sum evropeiska meginlandið um veturin, men vera ein tíma aftanfyri tey um summarið. Í hvussu er til tey eisini gera broytingar í summar- og vetrartíð, sigur løgmaður.

Hann undirstrikar, at avgerðin um summartíð ikki skal takast alt fyri eitt, men at hann heldur, at vit í Føroyum eiga at taka hetta kjakið upp.

– Tá eg lýsti kunngerðina um summartíð í januar, tá lýsti eg hana hesa ferð bara fyri tvey ár. So kanska verur 26. mars 2023 síðsta ferðin vit skifta til summartíð? sigur hann at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2022

17 Leygardagur 02. apríl 2022

Føroyar eru ikki hóttar av yvirgangi

Danska fregnartænastan heldur, at yvirgangshóttanin í Føroyum eru 'minimal'

PET metir, at spurningar um djóravælferð kunnu elva til radikalisering í Føroyum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Yvirgangshóttanir móti føroyum er á einum støði, sum er minimalt.

Soleiðis stendur at lesa í árligu frágreiðingini um yvirgangshóttanir móti danska ríkinum, sum danska fregnartænastan, PET, almannakunngjørdi í vikuni.

Um Føroyar verður sagt soleiðis í frágreiðingini:

“Yvirgangshóttanin móti Føroyum er á støðinum minimalt. Hetta merkir, sambært allýsingini hjá PET, at tað ikki eru tekin um hóttanir. Hværki ætlanir ella evni at fremja yvirgang eru staðfest. CTA (Center for Terroranalyse) metir, at harðrendur og víðgongdur politiskur atburður (ekstremisma) er minni útbreidd í Føroyum enn í Danmark

Víðgongd propaganda kann ávirka persónar í Føroyum ella ferðandi til Føroya til at fremja harðligar gerðir. Hetta kann vera vent móti politiskum stakmálum, sum t.d. djóravælferð. Sosialt marginaliserað og sárbær ung kunnu vera serliga móttakilig fyri radikalisering,” 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2022

18 Leygardagur 02. apríl 2022

Arbeiðsloysið var eitt prosent í januar

Hetta svarar til 286 fulltíðararbeiðsleys – talið er tó lægri í mun til í januar í fjør, tá arbeiðsloysið var 1,5 prosent

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í januar var arbeiðsloysið í Føroyum eitt prosent, ið svarar til 286 fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi. Tilsamans 345 persónar vórðu raktir av arbeiðsloysi í januar.

Sambært Hagstovuni er tað ein minking samanborið við januar í fjør, har arbeiðsloysið var 1,5 prosent.

Í januar var arbeiðsloysið eitt prosent hjá monnum, men hjá kvinnum var tað eitt sindur lægri – 0,9 prosent. Í januar í fjør var tað hægri hjá kvinnunum. Har var tað 1,4 prosent hjá monnum og 1,6 prosent hjá kvinnum.

Tá hugt verður at arbeiðsloysinum kring landið, sæst, at arbeiðsloysið er lægst í Norðurstreymoy og í Noroyggjum – 0,5 prosent. Arbeiðsloysið er hægst í Suðuroy – tvey prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2022

19 Leygardagur 02. apríl 2022

Judith nýggjur serlækni í radiologi

Nú eru tríggir radiologar í føstum starvi á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Judith Na Rae Andreasen byrjaði sum yvirlækni í radiologi í februar. Nú eru tríggir radiologar í føstum starvi á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum.  

Judith hevur lisið á Medisinska Universitetinum í Lublin í Pólandi, har hon tók prógv í juni 2014. Hon byrjaði introstarvið í radiologi í 2016, gjørdist serlækni í radiologi í juni 2021, og hevur síðan arbeitt á Aabenraa sjúkrahúsi í Danmark.

Fyri fáum árum síðani var eingin radiologur í føstum starvi á Landssjúkrahúsinum og økið var burturav mannað við konsulentum. Nú eru tær tríggjar í tali.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2022

20 Leygardagur 02. apríl 2022

Nú eru skeltini í Hoydølum tikin niður

Hóast ongar koronukanningar hava verið gjørdar í Hoydølum síðan 28. februar varð avgjørt at lata skeltini hanga í eina tíð, um tað skuldi hent, at smittan av álvara tók seg upp aftur, men tað hendi tíbetur ikki, og eru skeltini nú tikin niður

(Mynd: Landssjúkrahúsið/Facebook)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eftir 28. februar gavst Sjúkrahúsverkið at hópkanna fyri koronu.

Seinastu tíðina fóru koronukanningarnar í høvuðsstaðnum fram í gamla studentaskúlanum í Hoydølum, og í gjár vórðu skeltini, sum vístu til kanningarøkið, endiliga tikin niður.

– Tá Sjúkrahúsverkið fyri sløkum mánaða síðani steðgaði við hópkanningunum, mettu vit, at frægast var at lata skeltini hanga í eina tíð, í fall at smittan av álvara tók seg uppaftur, skrivar Landssjúkrahúsið á Facebook.

– Tað gjørdi hon ikki. Í øllum førum fyribils. So týsdagin vóru fólk í Hoydølum og tóku skeltini niður. Tey verða tó ikki burturbeind.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2022

21 Leygardagur 02. apríl 2022

Sigert Patursson nýggjur nevndarformaður í MBM

Fjósið á Viðareiði varð heiðrað fyri fyrimyndarliga mjólkarframleiðslu á aðalfundinum hjá MBM

Nýggja nevdin og fráfarandi formaðurin. Aftast frá vinstru Sigert Patursson (nýggi nevndarformaðurin), Thorvald Lützen (fráfarandi nevndarformaður) og Ólavur Andreasen (nýggjur nevndarlimur). Fremst frá vinstru: Janus Joensen, Eynar Martin Kjærbo og Niels J. Absalonsen
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

MBM hevur havt aðalfund, og broytingar vórðu gjørdar í nevndini umframt, at vælumtóktu virðislønirnar fyri mest fyrimyndarliga mjólkaframleiðari og best røkta fjós vórðu latnar

Aðalfundurin legði fyri við einari gávuhandan til grannskoðaran gjøgnum fleiri ár, Jógvan Amonson, ið fer frá fyri aldur. Nevndarformaðurin, Thorvald Lützen, handaði Jógvani eina gávu sum tøkk fyri gott samstarv.

Thorvald Lützen hevur verið nevndarformaður í MBM síðani 2015, og valdi ikki at stilla upp aftur í ár.

MBM takkar Thorvaldi fyri eitt gott og gevandi samstarv, og ynskir honum og familju hansara blíðan byrð.

Ein nýggjur nevndarlimur skuldi nú finnast, og valið fall á Ólav Andreasen.

Nýggja nevndin hevur skipað seg av nýggjum, og Sigert Petursson varð valdur til nýggjan nevndarforman. Nevndin sær nú soleiðis út:

Sigert Paturson, nevndarformaður, Eynar Martin Kjærbo, Janus Joensen, Niels J. Absalonsen og Ólavur Andreasen.

Fjósið á Viðareiði heiðrað
Virðislønir fyri fyrimyndarliga mjólkarframleiðslu, vóru latnar á aðalfundinum. Fjósið á Viðareiði fekk fyrstu virðisløn, og Rói M. Absalonsen tók ímóti heiðurslønini. Sólgarður og Eyðun Wang fingu aðru virðisløn og Varmakelda og Janus Joensen triðju.

Fjósið á Viðareiði fekk eisini heiðursbræv fyri best røkta garð. Niels Absalonsen tók ímóti heiðursbrævinum, ið varð handað av Tony Weyhe, virkisleiðara hjá MBM. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2022

22 Leygardagur 02. apríl 2022

Nýggjur samskipari til Javnstøðuskrivstovuna

31 ára gamli Brandur Mortensen Nolsøe byrjar í starvinum 2. mai

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Komandi mánað, tann 2. mai, byrjar nýggjur samskipari á Javnstøðuskrivstovuni.

Talan er um Brand Mortensen Nolsøe, ið er 31 ár og útbúgvin sosiologur frá Lunds Universitet. Frammanundan hevur hann arbeitt í ymiskum høpi við mannarættindum, eitt nú við at økja um vallutøku hjá borgarum við minnilutabakgrund og at útbúgva altjóða lesandi í mannarættindum, minnilutabólkum og sosialari inklusjón. Aðrar starvsroyndir hevur hann úr UNICEF Danmark og sum fakligt starvsfólk á skrivstovuni hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi.

Javnstøðuskrivstovuni er staðsett í Almannamálaráðum, sum varðar av løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn, og hevur endamáls er at beina burtur allan mismun vegna kyn.

Samskiparin er skrivari fyri Javnstøðunevndina og Demokratia. Arbeiðsøkið er millum annað at fyrireika mál til Javnstøðunevndina og Demokratia, miðla og varpa ljós á javnstøðumál og at skriva frágreiðingar.

Javnstøðunevndin verður vald eftir hvør løgtingsval og skal hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin. Javnstøðunevndin skal harafturat ráðgeva myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og skal gera tilmæli í javnstøðumálum.

Nevndin fyri Demokratia, sum hevur til endamáls at virka fyri kvinnuligari luttøku og umboðan í politikki, verður vald beint eftir løgtingsval.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2022

23
Leygardagur 02. apríl 2022

Havi altíð verið áhugaður í bátasmíði

- Eg havi smíðað tveir kappróðrabátar til felagið í Eysturkommunu og ein til kappróðrafelagið á Strondum. Hendan, eg smíði nú, er eitt vanligt fýramannafar, sum skal á lutaseðil hjá Kiwanis, sigur John Høgnesen í Norðragøtu

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- So langt, eg kann minnast, havi eg havt áhuga í bátasmíði. Abbi mín, Engelbreth Hansen, í Fuglafirði var bátasmiður; og tá eg, sum smádrongur, var og vitjaði hann, var eg altíð saman við honum. Eg royndi at hjálpa til og hugdi, hvussu hann gjørdi. 

Tað sigur John Høgnesen í Norðragøtu.

- Fyrst í 1990-unum vaknaði áhugin av álvara aftur fyri bátasmíði, tá kappróðrafelagið í Leirvík skuldi hava nýggjan bát. Tá smíðaði abbi Leirvíking til okkara, og eg var nógv saman við honum ta tíðina. Síðani tá havi eg smíðað nógvar modellbátar, men tað bleiv ikki til nakran stóran bát, sigur hann. 

- Í 2018 skuldi kappróðrafelagið hjá Eysturkommunu hava eitt nýtt fimmmannafar, sum Sámal Hansen smíðaði. Í 2020 bað kappróðrafelagið aftur Sámal um at smíða ein nýggjan bát. Hann hevði nógv at gera, so tann bátin kundu vit ikki fáa, fyrr enn í 2023, sigur John.

- Eg eri ótolin av lyndi, so eg spurdi Sámal, um eg kundi hjálpa honum at smíða ein og harvið læra av tí. Tað var gamaní. Sámal ringdi hvørja ferð, hann smíðaði, og eg var, at kalla, hvørja ferð, um ikki allar tímarnar. Eg lærdi nógv og sá eisini, at amboðini vóru broytt og betur, enn tá eg hjálpti abba á sinni. Sámal var góður lærumeistari, sigur John.

- Síðan fór eg í gongd við at smíða, og hetta er fjórði bátur, eg smíði. Eg havi smíðað tveir kappróðrabátar til felagið í Eysturkommunu og ein til kappróðrafelagið á Strondum. Hendan, eg smíði nú, er eitt vanligt fýramannafar, sum skal á lutaseðil hjá Kiwanis, sigur hann.

Nevnast kann, at John smíðar í frítíðini og heldur til í einum fyrrverandi bilverkstaði í Norðragøtu og hevur fleiri bátar í umboði.

[object Object]
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2022

24 Leygardagur 02. apríl 2022

“Broddi” vann Ungt virki

Aron Djurhuus Thorsteinsson, Hákun Torkildshøj Sigvardsen, Klara Fríða Johannesen, Hendrik Niclasarson Thomsen og Álvdis Andrea Kjølbro manna vinnandi bólkin

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gjørdist ‘Broddi’, sum vann ársins útgávu av kappingini ‘Ungt Virki’. Á øðrum plássi var ‘Safedrive’, ‘Plagga’ gjørdist nr. 3, meðan ‘eFishient’ fekk eitt herðaklapp frá dómsnevndini.

Sjey dómarar hava gjøgnumgingið 26 verkætlanir hjá umleið 130 næmingum. Bæði sum framsýningar, settar upp á básum, framløgum fyri øllum í stóra atrium á Glasi og so samrøðum við dómararnar.

Kappingin var sera hørð, og tað var stór semja millum áhoyrarnar um, at verkæltaninar í ár – sum heild – vóru sera fjølbroyttar, snildar og umhugsaðar. Tað tók eisini dómsnevndini drúgva tíð at koma til semju um vinnandi verkætlanirnar. Til sjeyndu og síðst stóð bert ein fyritøka eftir sum vinnari – og í ár gjørdist tað so verkætlanin ‘Broddi’.

Tey, ið manna vinnandi bólkin, eru Aron Djurhuus Thorsteinsson, Hákun Torkildshøj Sigvardsen, Klara Fríða Johannesen, Hendrik Niclasarson Thomsen og Álvdis Andrea Kjølbro.

Í dómsnevndini í ár vóru Regin Dalsgaard, Thetis, Súsanna Laursen, Hugskotið, Hendrik Egholm, sjálvstøðugt vinnurekandi, Óli Kristian á Torkilsheyggi, Navia, Rói Poulsen, Nema, Turið Madsen, Betri, og Anna Maria Toftegaard, Betri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2022

25 Leygardagur 02. apríl 2022

Eingin ætlan um at seta radiosignal upp í Viðareiðistunlinum

Landsverk metir, at onnur arbeiði skulu gerast fyrst, sigur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum í svari til fyrispurning hjá Steffan Klein Poulsen

Uni Rasmussen, landsstýrismaður við fíggjarmálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað mostar umleið 750.000 krónur at seta radiosendarar upp, so útvarpsrásir kunnu hoyrast í Viðareiðistunlinum og løgregla og tilbúgvingareindir kunnu samskifta inni í tunlinum.

Tað er metingin hjá Landsverk, sum mælir til, at onnur arbeiði verða raðfest fremri, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum í fyrispurning til Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum.

Steffan Klein Poulsen vildi vita, hvat tað kostaði at fáa sett radiosendarar upp, hvussu arbeiðið verður raðfest av Landsverki, og um landsstýrismaðurin hevði ætlanir um at fáa hetta gjørt.

– Viðareiðistunnilin bleiv liðugur í september 2016 og er næst nýggjasti fjallatunnil eftir Hvalbiartunnilin. Hóast hetta hevur gott fimm ára gamli tunnilin onki radiosignal. Allir aðrir tunlar verða bygdir við radiosendarum í dag, segði tingmaðurin í stuttari viðmerking.

Uni Rasmussen sigur m.a., at eingin ventilatiónsskipan er í Viðareiðistunlinum, og hetta metir Landsverk hava størri týdning fyri trygdina í tunlinum. Ein nýggj ventilatiónsskipan verður leysliga mett at kosta fimm milliónir.

Eingin ætlan er í løtuni um at seta radiosendarar upp í Viðareiðistunlinum, men málið verður umrøtt við Landsverk.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2022

26 Leygardagur 02. apríl 2022

Óskrásettir bilar skulu ikki vera á almennum veg

Verða tí fluttir fyri eigarans rokning

(Mynd: IRF)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er ikki loyvt at seta bilar uttan nummarspjøldur frá sær á almennum veg ella øki.

Tí hevur løgreglan eitt ávíst arbeiði av at fáa hesar bilar fluttar burtur.

- Tað er soleiðis, at vit rinda øll vektgjald ella vegskatt fyri at brúka almennu vegirnar. Tí hava bilar við ongun nummarplátum, kanska tí at eigarin ikki hevur ráð til at gera bilin í stand, onki at gera á almennum øki, staðfestir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Tí hevur løgreglan eitt ávíst arbeiði við at finna fram til eigararnar hjá hesum bilum. Tað er ikki so líkatil, tá ongar nummarplátur eru, og tí skal stellnummar finnast í royndini at finna eigaran.

Verður eigarin ikki funnin, verður eitt reytt spjaldur sett á bilin, sum boðar frá, at bilurin verður fluttur um eigarin ikki hevur sett seg í samband við løgregluna innan 48 tímar. Løgreglan hevur ein avlæstan garð til at seta hesar bilar í.

Verður bilurin fluttur, skal eigarin rinda flutningin fyri at fáa bilin aftur. Tað hendir eisini, at løgreglan sendir bilarnar til upphøggingar, um eigarin ikki vísir bilinum áhuga.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2022

27 Leygardagur 02. apríl 2022

Vinnuvitjan úr Íslandi

Í komandi viku skipar Sendistova Føroya fyri vinnuvitjan í Føroyum, fyri íslendskar fyritøkur ið starva innan alivinnu og bláa tilfeingisvinnu

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í døgunum 4.-8. apríl skipar Sendistova Føroya fyri vinnuvitjan í Føroyum, fyri íslendskar fyritøkur ið starva innan alivinnu og bláa tilfeingisvinnu. 10 av størstu íslendsku alifyritøkunum luttaka, og matvøru-, fiskivinnu- og landbúnaðarráðharri, Svandís Svavarsdóttir, tekur lut í vitjanini.

Vitjað verður runt í landinum, har føroyskar alifyritøkur taka ímóti hópinum og greiða frá um sínar fyritøkur. Tvey tiltøk verða eisini, har føroyskar og íslendskar fyritøkur hittast, sonevnd B2B tiltøk, og hava tey har høvi at hittast til stutt prát um møguligar samstarvsmøguleikar.

Vinnuhúsið skipar fyri einum hálvdags seminari við framløgum og frágreiðingum, serliga innan alivinnu og framtíðar møguleikar, og harumframt fer hópurin at vitja 11 føroyskar fyritøkur, ið hava serkunnleika sum veitarar til alivinnuna. Vitjað verður í Fuglafirði og Klaksvík, og taka kommunurnar har væl ímóti gestunum og taka lut í at fyriskipa eina spennandi skrá.

Ráðharrin fer í sambandi við vitjanina at hitta og fundast við samstarvsfelagar sínar, Magnus Rasmussen umhvørvis- og vinnumálaráðharra og Árna Skaale, fiskimálaráðharra .

Fyritøkurnar eru: Arnarlax, Arctic Fish, Lax-inn, Háafell hf, Stofnfiskur hf, Lindarfiskur hf, Landeldi ehf, Sjótækni, HPP Solutions, Geo-Salmo. Íslandsstofa (Business Iceland) og Vestfjarðastofa eru eisini við, umframt ráðharran og fylgi úr ráðnum og umboð fyri MAST, heilsufrøðiligu starvsstovu Íslands; íalt 37 fólk eru í ferðalagnum.

Í sambandi við vitjanina verður eisini undirritað avtala millum Arnarlax og KJ Hydraulik um bygging av stórari tvíkilju.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2022

28 Leygardagur 02. apríl 2022

Vøllurin á Tórsbreyt spolaður upp

Ógvusligt herverk framt meðan bummurin til Tórsbreyt hevur verið til umvælingar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Grasvøllurin á Tórsbreyt á Hálsi í Havn hevur fingið stóran skaða, eftir at okkurt akfar hevur verið inni á grasvøllinum og spola djúp spor í mógvin.

Tórshavnar kommuna skrivar á Facebook, at meðan bummurin við Tórsbreyt eitt stutt tíðarbil hevur verið til umvælingar vegna skaða, hevur onkur spolað runt inni á grasvøllinum við bili og gjørt stóran skaða á sjalvan vøllin.

Hvørki løgregla ella nakar annar veit, hvør hevur framt hesa skemdargerð. Men málið verður kannað.

Kommunan heitir á fólk um at boða frá, um tey hava sæð tilburðin ella vita nakað, sum kann føra til, at funnið verður fram til tann, sum hevur framt herverkið.

- Hetta er serliga harmiligt, tí fleiri tílík meiningsleys herverk hava verið í seinastuni á ognir hjá kommununi. Talan er um kostnaðarmiklar umvælingar á ognir, sum øll áttu at sæð eina æru í at farið væl um, skrivar kommunan. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2022

29 Leygardagur 02. apríl 2022

Kveikja lív í gamla ætlan um fótbóltshøll

Fótbóltshøllin í Skálafirði verður nú tikin úr skuffuni aftur - kommunurnar í Eysturoynni og Klaksvík eru bodnar at vera við

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Lív er nú komið aftur í ætlanina um at byggja eina stóra høll við fótbóltsvølli í fullari stødd í Skálafirði.

Tað er ráðgevingarfyritøkan VRG, sum arbeiðir við ætlanini. Í februar varð skipað fyri kunnandi fundi um ætlanina. Fundurin varð hildin í Kelduni í Skáafirði.

Allar kommunurnar í Eysturoynni umframt Klaksvíkar kommuna vóru boðin við til henda fundin, har greitt varð frá, at tað er ein 12 ára gomul verkætlan, ið tá datt niðurfyri, sum nú verður tikin fram aftur.

Á fundinum í Kelduni legði VRG fram eina verkætlan við smærri dagføringum til hvussu íløgan og rakstur kann fíggjast og skipast.

Býráðið í Sunda kommunu hevði málið til viðgerðar á fundi í vikuni. Býráðið skuldi taka støðu til um áhugi er at vera við í verkætlanini.

Um allar kommunurnar játta at vera við, er metingin at rakstrarútreiðslurnar verða millum 200.000 og 300.000 krónur árliga, fyri Sunda kommunu, framgongur av dagsskránni fyri fundin í gjárkvøldið.

Tilmælið frá fyrisitingini, sum bæði trivnaðarnevnd og fíggjarnevnd tóku undir við er at vísa áhuga fyri verkætlanini, men at Sunda kommuna í løtuni ikki vil gera eina bindandi avtalu um fígging fyrr enn greiða er fingin fyri hvussu nógvar kommunur vera við.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2022

30 Leygardagur 02. apríl 2022

Fagnaðardagur í Fuglafirði í dag

Stórt hátíðarhald í nýggja, snøgga skúlanum

(Mynd: Fuglafjarðar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í dag verður stórt hátíðarhald í nýggja, snøgga skúlanum í Fuglafirði. Hetta er ein fagnaðardagur, tí bæði børn, lærarar, kommuna og borgarar gleðast um, at skúlin hevur fingið hesar vøkru, nýmótans karmar. Samtíðis kunnu øll fegnast um, at skúlin framvegis liggur mitt í býnum.

Almenna hátíðarhaldið byrjar kl. 14.30 við røðum, ymsum tónleikaframførslum og filmsbrotið. Jógvan Fríðriksson, bispur og Jenis av Rana er millum teirra, sum halda røðu. 

Ein stór og spennandi frumframførsla, 'Songur til Fuglafjarðar skúla', er eisini á skránni. Hetta er eitt tónleika- og listaverk, sum tríggir mentamenn og fyrrverandi lærarar, hava gjørt til skúlan. Alexandur Kristiansen hevur skrivað yrkingina, meðan Frits Johannesen hevur gjørt listaverk til skúlan út frá orðunum, og Jógvan á Lakjuni hevur skrivað tónleikin til yrkingina.

Verkið verður framført av næmingum og lærararum, við bæði solosangi, barnakóri og lærarakóri, umframt strúkarum og klaveri. Hendan løtan er heilt serstøk og kann bert upplivast hendan eina dagin.

Frá kl. 16 til 17.30 er opið hús við drekkamunni, og tá tað ber til at uppliva, at skúlin er meira enn ein skúli. Fimleikafelagið hevur rørðslubreyt, hornorkestri spælir, og livandi verkstaðir og framsýningar vera runt um í ymsum hølum, tí her halda hold hjá bæði kvøldskúlanum og musikkskúlanum til. 

Á ferðini runt í skúlanum varnast tú skiftandi útsýni úr stóru vindeygunum. Umhvørvið flytir nærum inn, tí floks- og bólkahølir hava fingið navn eftir fjøllum í nærøkinum, og í støðum kennist tað, sum stendur tú á einum tindi og hyggur niður á yðjandi lív í fjøruni, hóast tú stendur inni og hyggur inn í høllina nakrar hæddir longur niðri. Hetta er av sonnum ein livandi skúli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2022

31 Leygardagur 02. apríl 2022

Brøðurnir í Saltangará taka nýggjan sal í brúk

Nýggja Berøa verður almebt tikið í brúk dag – gamli bygningurin, sum einaferð stóð í Havn, skal takast niður

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú er salurin hjá brøðrasamkomuni Berøa í Saltangará loksins klárur at taka í brúk.

Bygningurin hevur staðið í gerð í eina tíð. Hann er bygdur beint undir verandi sali við Heiðaveg, sum hevur staðið har síðan 1963.

Bygningurin stóð upprunaiga í Havn. Tá brøðurnir í Havn fóru undir at byggja nýtt Ebenezer í miðbýnum, varð gamla Ebenezer flutt inn á Skálafjørðin og fekk navnið Berøa.

Í dag bjóðar brøðrasamkoman til almenna móttøku í nýggja salinum.

Móttøkan byrjar á middegi við einum tiltaki fyri børn, har børnini eisini fáa bjóða eina barnamenu. Klokkan 14 heldur skráin fram við felagssangi, stuttum boðskapi og solosangi. Síðani verður hildið fram allan dagin, har røður og sangur er á skránni við ymiskum gestasangarum.

Klokkan 16 vitjar borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen og heldur røðu, har Magnus Rasmussen eisini kemur at luttaka. Klokkan 18 fer trúboðin, Poul Jóhan Djurhuus, at greiða frá samkomusøguni. Skráin endar klokkan 20 við gestasangarum úr Nebo, og trúboðin Petur á Roykheyggi endar móttøkuna við einum boðskapi.

Í kjallarahæddini verður Café opin allan dagin, har øll eru vælkomin.

Nú nýggi salurin er klárur, er ætlanin at taka gamla Berøa niður.

Nýggja Berøa er 264 fermetur til støddar. Í tí stóra salinum í ovaru hæddini eru umleið 200 sitipláss, og í einum minni sali eru sitipláss til knapt 100 fólk. Eisini er ein salur til veitslur og annað, umframt køkur, barnaansingarrúm og fleiri sunnudagsskúlarúm.

TN-Bygging hevur staðið fyri byggingini, men fólkið í samkomuni hevur eisini í stóran mun arbeitt sjálvboðið við byggingini. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2022

32 Leygardagur 02. apríl 2022

Arbeiðið á breiðka bryggjuna í Vágsbotni byrjar nú

Meðan arbeiðið fer fram, verður nakað av tungari ferðslu á økinum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Arbeiðið at breiðka bryggjukantin í Vágsbotni í Havn frá sølubásunum og umleið 60 metrar suðureftir, er nú byrjað.

Bryggjan verður breiðkað tríggjar metrar, og arbeitt verður frá sølubásunum og úteftir. Tað er byggifelagið Articon, sum stendur fyri hesum.

Meðan arbeiðið fer fram, verður nakað av tungari ferðslu á økinum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Botnurin verður planeraður við maskinu, sum stendur á bryggjukantinum. Nýggi bryggjukanturin verður gjørdur við betongelementum, sum ein krani setur niður. Timbur verður lagt omaná bryggjuna, so útsjóndin verður tann sama, sum á bryggjuni frammanfyri sølubásarnar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2022

33 Leygardagur 02. apríl 2022

Skjótibreyt í Klaksvík fingið umhvørvisgóðkenning

Skjótibreytin skal liggja á Bumshamri – Klaksvíkar kommuna eigur lendið og fer at gera breytina, sum Klaksvíkar Skjótifelag fer at reka

(Mynd: Umhvørvisstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Umhvørvisstovan veitti í vikuni umhvørvisgóðkenning til skjótibreytina hjá Klaksvíkar kommunu.

Skjótibreytin skal staðsetast á Bumshamri norðan fyri fyrrverandi tyrvingarplássið hjá IRF. Kommunan eigur lendið og fer at gera breytina, og Klaksvíkar Skjótifelag fer at reka breytina.

Í umhvørvisgóðkenningini verða treytir settar til eitt nú rakstur og óljóð, skrivar Umhvørvisstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2022

34
Leygardagur 02. apríl 2022

Frítt flog

Við Kata 120 ár aftur í tíðina

 
SkrivaÐ:

Ummæli / Fríðálvur A. Jensen

Eg fekk eina kenslu av onkrum, sum eg fegin vildi fáa við, so leiðin gekk í Norðurlandahúsið, har vit fingu eina kenslu av nostalgi og føroyskari tónleikasøgu.

Tað er frálíkt, at tað eru tey, sum gjarna taka føroyska tónleikaskattin upp og geva hesum nýtt lív og ein frískan nútíðarsamleika!

Hetta megna tær í Kata til UG, tí tær dugdu á sertakan hátt at fáa okkum við, so vit kundu sita við eini kenslu av at vera undirhildin og at kunna taka til okkum!

Ofta kann tað tykjast, at tað gamla gjarna kann liggja, men tað er ongin ivi um, at hetta er søgan og Kata duga at lata hetta í júst tann búnan, sum vit í 2022 kunnu taka til okkum og njóta.

Tað eg beit serliga merki í var, at teirra nógvu ára royndir hava bara gjørt teirra sangligu evni enn betri, tí eg sat og tók teirra væl samansettu røddir til mín.

Ongin ivi er um, at tað skal sera hegnislig málrættað venjing til, tí røddirnar passa so væl saman, at tað “næstan ger ilt”.

Tónleikarar við
Tað nýggja í hesi framførsluni var, at tær høvdu tónleikarar afturat sær, sum gjørdi samlaðu ljóðmyndina sera nærverandi, tí serliga flótandi urguspælið hjá dugnaliga urguspælaranum, Ara Hammer Joensen, kom inn millum væl klingandi røddirnar.

Slagverkið og alt tað hjá Jan Rúna Poulsen sat har tað skuldi, sum eisini gav góða og taktfasta fyllu í samlaðu, frálíku ljóðmyndini.

Lasse Thorning Jæger er sannur úrmælingur innan ljóðeffktir og til at geva okkum hesa sera frálíku upplivingina – at fara aftur til 1902, har samlaða uppsetingin stavaði frá.

Frálík uppliving!

Vit bæði konan, og ivaleyst flest øll í salinum kundu fara mettað heim, tí alt riggaði júst soleiðis tað skuldi, tí man kann so sanniliga siga, at samlaða ljóðmyndin og upplivingin hevði sítt fría flog.

Frá mær fær hetta dygdarverkið 6 av 6 stjørnum!

Fríðálvur A. Jensen

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2022

35 Leygardagur 02. apríl 2022

Fær 100.000 krónur at keypa nýggja saxofon fyri

Listaflog 2022 fer til saxofonspælaran Kristinu Thede Johansen

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í ár letur Atlantic Airways aftur 100.000 krónur gjøgnum stuðulsskipanina Listaflog.

Stuðulsskipanin, sum varð sett á stovn í sambandi við, at flogfør og tyrlur fingu nøvn eftir mætum føroyskum listafólkum, letur fíggjarligan stuðul til føroysk listafólk og/ella listaverkætlanir. Stuðulin verður latin 28. mars, sum er dagurin, Atlantic Airways á fyrsta sinni fór á flog.

Hesaferð verður øll upphæddin latin Kristinu Thede Johansen, sum er saxofonistur. Stuðulin skal brúkast til at keypa eina nýggja altsaxofon.

Ein nevnd, ið velur millum innkomnu umsóknirnar, ger av, hvør skal fáa stuðulin. Í nevndini sita Jóhan Martin Christiansen, umboð fyri Listafólkasamband Føroya, Armgarð Weihe, umboð fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið, og Laila Hentze, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways.

Tey siga soleiðis um, hví tað gjørdist júst Kristina, ið fær Listaflog 2022:

– Hesin peningurin hevur stóran týdning fyri at fáa tónleikin hjá Kristinu á flog. Hon hevur seinastu árini prógvað, at hon er eitt dugnaligt tónlistafólk í serflokki. Hon hevur víst serstakliga góð evni og er ambitiøs og nærløgd. Kristina hevur lagt alla sína orku í at fylgja síni tónlistarligu yrkisleið, og hon er uttan iva tann besta, sum vit í Føroyum hava, á júst hesum økinum. Kristina skarar framúr, og Listaflog kann verða við til at stuðla undir hennara yrkisleið sum saxofonistur. Hetta er ein langtíðaríløga í hennara menning sum tónleikari. 

Hetta er fjórða ferðin, at Listaflogstuðulin verður latin.

– Listaflogstuðulin hevur ótrúliga stóran týdning fyri meg, og eg eri sera errin og takksom fyri heiðurin. Stuðulin hevur við sær, at tað nú ber til hjá mær at keypa júst tað ljóðførið, ið hóskar til mín og mín tónleikaliga tørv - eitt amboð, ið arbeiðir fyri meg og ikki umvent. Harumframt ger eitt hágóðsku-ljóðføri tað lættari fyri meg at koma út í samfelagið og geva aftur av tí, sum eg havi fingið. Tónleikur og mentan sum heild snýr seg í stóran mun um at skapa upplivingar fyri og saman við øðrum, og við nýggju saxofonini kann eg við yvirskoti hugsavna meg um júst hetta. Ein stuðul sum hesin eggjar harafturat til víðari ágrýtni, virkishug og eldhug ígjøgnum stóru viðurkenningina og álitið frá Listaflogi, sigur ein fegin Kristina Thede Johansen, sum nú fer at bíleggja sær nýggju saxofonina.

– Eg gleði meg ótrúliga nógv til at kunna bíleggja mær hesa saxofonina. Tað serliga við saxofonini er, at hon er gjørd úr messing og er gull-løgd - og júst gullið gevur saxofonini ein sera mjúkan og stóran klang. Við stuðlinum frá Listaflogi verður tað nú møguligt at ogna mær hesa saxofonina, ið verður eitt ljóðføri fyri lívið.

Kristina Thede Johansen, sum júst hevur verið solistur til várkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri, er 27 ára gomul og er búsitandi í Aarhus, har hon er í gongd við solistútbúgving sum saxofonistur á Det Jyske Musikkonservatorium. Hon er frammanundan útbúgvin Master í saxofon.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2022

36 Leygardagur 02. apríl 2022

Myndir: GHM 100 ár

Harmoniorkestrið GHM hátíðarhelt 100 ára føðingardagin við stórfingnari konsert í Norðurlandahúsinum seinnapartin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

-

Nakrar myndir frá stóru 100 ára konsertini hjá harmoniorkestrinum GHM í Norðurlandahúsinum seinasta vikuskiftið

Myndir: Sverri Egholm

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2022

37 Leygardagur 02. apríl 2022

Heiðursløn FURs 2022 til skatarar og tveir skótaleiðarar

Tey eru eldsálir í barna- og ungdómsarbeiði – ein av móttakarunum er landsstýrismaður til dagligt

 
SkrivaÐ:

Innsent

Á landsfundinum hjá Føroya Ungdómsráði, FUR, 26. mars, handaði Rói B. Poulsen, formaður í FUR, heiðursløn FURs til Skatefelagið, Árna Skaale og Maritu Vestergaard í Lágabø.

[object Object]
Johan Johannessen, Eyðun í Geil Hvannastein, Alfred E. Eliasen og Ólavur S. T. Thorsteinsson, formaður

Grundgeving fyri at geva heiðursløn FURs til Skatefelagið:

Heiðursløn FURs verður latin til Skatefelagið fyri at hava megnað at brotið upp úr nýggjum og at kveikt eitt rúmligt og stimbrandi umhvørvi til børn og ung.

Eldsálirnar í Skatefelagnum, sum skipa fyri virkseminum á Bacalao, eiga viðurkenning uppiborna fyri sítt stóra og kveikjandi arbeiði millum børn og ung í ymsum aldursbólkum og á ymsum førleikastigum.

Tey hava megnað at skapt eitt umhvørvi, sum ikki er merkt av sínámillum kapping, men heldur stuðli og stuttleika – og sum kortini er borið av gleði um og virðing fyri teimum, sum av álvara taka seg fram á hesum økinum.

[object Object]

Grundgeving fyri at lata heiðursløn FURs til Árna Skaale:

Heiðursløn FURs verður latin til Árna Skaale fyri at vera ein eldsál í skótarørsluni í Føroyum.

Eftir at skótaliðið lá í dvala eina tíð, tók Árni við sum fylkisleiðari hjá Skótaliði Nólsoyar Páls í 2013.

Skótaliðið er vaksið og bjóðar nú virksemi til allar aldursbólkar.

[object Object]

Árni var eisini ein av stigtakarunum til at endurbyggja Skúvadalssmáttuna sunnan á Borðoynni við at fáa gamlar og yngri skótar at standa saman um arbeiðið hjá Skótaliði Nólsoyar Páls. Eftir stendur ein perla í tí náttúruvakra Skúvadali, og samanhaldið um skótaliðið er styrkt. Arbeiðið at menna skótaliðið og at gera Skúvadalssmáttuna av nýggjum hevur kravt bæði treysti, dirvi og áhaldni.

[object Object]
Vegna Maritu Vestergaard í Lágabø tók Steinbjørn V. Olsen, Skótaovasti ímóti heiðurslønini frá Róa B. Poulsen formanni í FUR

Grundgeving fyri at lata heiðursløn FURs til Marita Vestergaard í Lágabø:

Heiðursløn FURs verður latin til Maritu Vestergaard í Lágabø fyri sítt megnararbeiði í KFUM-skótabólkinum Royndini í Vági.

Marita er grundsúlan í skótaarbeiðinum í Vági og hevur lagt nógva orku, tíð og eldhuga í at hava eitt virkið skótalið í Vági. Við einum persóni sum Maritu, ið fær foreldur og onnur at hjálpa sær, er møguligt at hava ein virknan skótabólk í Vági.

Marita hevur sum størsta ynski, at børn og ung í Vági hava møguleika at gerast skótar og uppliva tann góða og mennandi felagsskap, sum skótarørsørsluna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2022

38 Leygardagur 02. apríl 2022

Apollonia – spildurnýggj føroysk tónleikasøga fyri børn

Súsanna Tórgarð fortelur og Føroya Symfoniorkestur spælir nýskrivaðan tónleik eftir Magnusi Johannesen á Barnafestivalinum í Norðurlandahúsinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á hvørjum ári spælir Føroya Symfoniorkestur konsertir fyri áleið 4.000 børnum úr øllum landinum.

Á skránni í ár er nýskrivað føroysk tónleikasøga um Apolloniu.

Søgan snýr seg um Apolloniu, sum seymar búnar í einum leikhúsi. Hon elskar sjónleik, og síðani hon var smágenta hevur hon droymt um at spæla við í einum leiki, men hon hevur ongantíð roynt tað. Ein morgun, tá hon situr í seymistovu síni í leikhúsinum, verður hon knappliga drigin við á eina gandakenda ferð, har hon hittir nakrar av kendastu persónunum úr leikunum hjá William Shakespeare.

Súsanna Tórgarð hevur umskrivað søguna til eina tónleikasøgu og lagt til rættis saman við Magnusi Johannesen, sum hevur komponerað tónleikin. Súsanna fer eisini at lesa søguna fyri børnunum.

Edward Fuglø, sum áður hevur fingið Norðurlendsku barnabókavirðislønina, hevur skrivað og myndprýtt barnabókina “Apollonia”. Myndafrásøgn við myndum úr bókini verður víst á stórskýggja saman við søgu og tónleiki.  

Umframt skúla- og barnagarðskonsertirnar spælir Føroya Symfoniorkestur eisini almenna konsert.

[object Object]

Súsanna Tórgarð
er útbúgvin sjónleikari frá Nordisk Teaterskole í Aarhus. Eisini hevur hon prógv sum lærari í ræddarteknikki frá Voice Studio International í London. 

Súsanna hevur fingist við flest allar genrur innan leiklistina. Hon hevur verið sjónleikari, leikstjóri og leikritahøvundur, og hevur m.a. skrivað barnaleikirnar “Kraddarin”, “Grumma Grimhild” og “Gátuføra Gívurin”.

[object Object]

Magnus Johannessen
hevur lisið tónleik á FÌH í Reykjavík, og hevur síðan lisið kompositión á Berklee í USA.

Han hevur m.a. skrivað tónleik til symfoniorkestur, big band, harmoniorkestur, strúkikvartet, saxofonkvartet og aðrar minni bólkar.

Magnus ferðast smidliga í øllum tónleikagreinum, og hevur eisini skrivað tónleik til pall-list, film og sjónvarpssendingar. 

Stað: Norðurandahúsið
Tíð: 
Sunnudagin 3. apríl kl. 15.00
Dirigentur:
 Bernhardur Wilkinson
Upplestur: Súsanna Tórgarð

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2022

39 Leygardagur 02. apríl 2022

Heili fýra føroysk listafólk til The Great Escape

Føroyar verða umboðaðar við heilum fýra listafólkum á almennu skránni hjá The Great Escape í ár – Tey, ið framføra eru Joe & The Shitboys, Marius Ziska, Brimheim, og Kóboykex

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

The Great Escape Festival er ein tríggjar-daga tónleikafestivalur, sum verður fyriskipaður í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. MAMA-festivalar reka tónleikafestivalin, ið vísir nýggjan tónleik í ymsum sjangrum. Festivalurin varð skipaður í 2006 og er vertur hjá umleið 300 bólkum, býttir millum 30 pallar um allan býin.

Festivalurin dregur vinnufólk úr øllum Europa og aðrastaðni í heiminum til sín og hevur ferð eftir ferð víst seg at vera ein týðandi lopfjøl á yrkisleiðini hjá tónlistafólkum – og ikki minst: ein gyltur møguleiki at presentera seg fyri teimum størstu og týdningarmestu aktørunum, serstakliga í live-ídnaðinum. The Great Escape er kent fyri at vera ein showcasefestivalur, har aktørar kunnu finna nýggj talent, og publikum sleppur at uppliva tónlistafólk nær hjá, áðrenn tey spæla á teimum stóru pallunum kring um í heiminum.

Í tí stóra skaranum at tónlistafólkum, ið hava spælt á The Great Escape tíðliga á yrkisleiðini, eru stór nøvn um til dømis Ed Sheeran, Adele, Sigrid, Aurora, Rag´n´bone Man, John Grant, Michael Kiwanuka, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Laura Marling og mong onnur.

Umframt konsertirnar verður hildin ráðstevna við innlitsríkum pallborðsfólki, aktuellum orðaskifti, høvuðsrøðarum og netverksmøguleikum í víðfevndum høpi.

Tey fýra føroysku tónlistafólkini, sum eru við her, eru Joe & The Shitboys, Marius Ziska, Brimheim, og Kóboykex.

Tey fara øll at hava í minsta lagi tvær almennar konsertir hvør á festivalinum.

Í samstarvi við med G! Festivalin verður eisini skipað fyri einum dagtíðartiltaki í føroyskum høpi. Her fara øll tey føroysku tónlistafólkini at spæla, og tiltakið er opið fyri umboðum fyri tónleikavinnuna og vanligum fólki. Eisini henda konsertin er ein partur av tí almennu skránni.

– At fáa so nógv pláss í einum so týðandi festivali sum The Great Escape er sjálvandi nakað, vit eru rættiliga fegin um. Hetta er nakað, vit hava arbeitt hart fyri at fáa í lag, og tað er ikki minst nakað, ið øll tónleikavinnan í Evropa fer at leggja merki til. Nú gleða vit okkum til góðar framførslur og nørandi fundir í mai, sigur Glenn Larsen, leiðari í FMX.

Bookingstjórin í The Great Escape, Adam Ryan, sigur eisini, at festivalurin fegnast um samstarvið við FMX og G Festivalin, og vónar hann, at hetta kann hjálpa tónleikarum í Føroyum at røkka tann breiða evropeiska marknaðin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2022

40 Leygardagur 02. apríl 2022

Bøkur til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum

Í farnu viku vóru umboð fyri Føroyar lesa framvið á barnadeildini við tveimum fullum eskjum av bókum

Bjarta av Húsabrúgv og Halla Durhuus, sjúkrarøktarfrøðingar, og Eilen Anthoniussen, samskipari fyri Føroyar lesa (Mynd: Føroyar Lesa)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í farnu viku vóru umboð fyri Føroyar lesa framvið á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum við tveimum fullum eskjum av bókum.

Aðalmálið hjá Føroyar lesa er, at øll børn skulu hava atgongd til bøkur, og tí er tað sjálvsagt, at børn, ið verða innløgd á Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum, hava góðar og viðkomandi bøkur at stytta sær stundir við.

Úrvalið av bókum til børn og serliga ung á barnadeildini hevur verið nakað soltið og tí gjørdi arbeiðsbólkurin handan Føroyar lesa av at savna saman eitt úrval av viðkomandi bókum til børn og ung, skriva Landssjúkrahúsið og Føroyar Lesa.

- Á deildini hjá okkum taka vit ímóti sjúklingum heilt upp til og við 17 ár, og tí er spennið í teirra áhugamálum øgiliga stórt, greiðir Herdis Ludvig, leiðari fyri Barnadeildina, frá.

Hon sigur, at starvsfólkini á Barnadeildini fara at gera sítt ítarsta til at eggja sjúklingunum til at seta seg við einari bók. Tað kann kennast drúgt hjá teimum ungu at vera innløgd, og vónandi kunnu bøkurnar stytta um bíðitíðina.

Bøkurnar, sum vóru latnar Barnadeildini, vóru latnar av forløgunum Ungu Føroyar og Bókadeild Føroya Lærarafelags.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2022

41 Leygardagur 02. apríl 2022

Stór stuðulskonsert í Løkshøll

Leygardagin 9. apríl verður stór stuðulskonsert til frama fyri Føroysku Barnahjálpina og Ukraina. Konsertin er í sambandi við, at tað eru liðin 15 ár, síðani Barnhjálpin varð stovnað, og helvtin av innkomna peninginum fer til hjálp til neyðstødd børn Ukraina

(Mynd: Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin 9. apríl klokkan 16 verður stór stuðulskonsert í Løkshøll til frama fyri Føroysku Barnahjálpina og Ukraina. Konsertin er í sambandi við, at tað eru liðin 15 ár, síðani Barnhjálpin varð stovnað.

Helvtin av innkomna peninginum leygardagin fer til hjálp til neyðstødd børn Ukraina, skrivar Barnahjálpin í tíðindaskrivi.

Millum luttakarnar vera Lena Andersen & Niclas Johannesen, Herborg Torkilsdóttir, Kim Hansen, Jens Marni Hansen, Signar í Homrum, Jens Lisberg, Dreingjakórið undir Brúnni, Jona á Váli Olsen & Ása Helena Brynjarsdóttir, Asta Højgaard & Pætur við Keldu og Ólavur á Váli Olsen. Vertur fyri konsertini verður Ásbjørn Berthelsen. Øll hesi stuðla konsertini við at luttaka ókeypis.

Á konsertini verða burturlutaðir tríggir góðir vinningar, harímillum ein ferð fyri tvey við bili við Norrønu.

Barnahjálpin 15 ár
Ætlanin var at hava eina stuðulskonsert í desember í fjør, á sjálvum 15 ára stovningardegnum hjá Føroysku Barnahjálpini, men korona gjørdi, at konsertin mátti útsetast. Síðani er kríggj brostið á í Ukraina, og nevndin hevur gjørt av, at helvtin av inntøkunum av konsertini skulu latast til hjálp til neyðstødd børn har.

Tað er Angelina Johannesen, sum er úr Kharkiv í Ukraina, sum er millumfólk millum Barnahjálpina og móttakarnar av hjálpini. Hon hevur samband við fleiri fólk har, sum taka sær av foreldraleysum børnum.

Til ber eisini at stuðla í sambandi við konsertina á kontu í Norðoya Sparikassa – konta 9865 – 3113951. Helvtin av stuðlinum fer til stuðul til neyðstødd børn í Ukraina, og hin helvtin fer til menningararbeiðið hjá Barnahjálpini í Liberia. Viðmerk flytingina stuðulstiltak.

Fyriskipað konsertina hava Charlotta og Ólavur á Váli Olsen. Atgonumerki til konsertina kunnu keypast á loksholl.fo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2022

42 Leygardagur 02. apríl 2022

Súni Anthoniussen nýggjur leiðari í Atlantis

Hann tekur við starvinum eftir Beintu Gregersen, sum hevur verið leiðari síðani 2018

(Mynd: Dávur Winther)
SkrivaÐ:

Dávur Winther

Beinta Gregersen, sum hevur verið leiðari í Atlantis síðani 1. mei 2018, hevur ynskt at sleppa úr hesum starvi, tí hon hevur so nógv onnur jørn í eldinum.

Beinta er leiðari av Húsinum – har frítiðarvirksemi er hjá børnum frá 3. flokki og til og við 18 ár. Eisini hevur hon keypt seg inn í Alfa Bókhandil, og tekst við nógv ymiskt annað.

Súni Anthoniussen er nú settur sum leiðari av Atlantis, og tók hann við starvinum formelt 1. apríl. Hann fer at halda fram í sama sniði sum Beinta, sigur hann, tó at onkrar smærri broytingar verða – við onkurum serligum filmum og filmskvøldum, so eyðmerki eftir Súna eisini kunnu síggjast í Atlantis.

Eisini kundi kanska verið talan um onkra serliga kvøldsetu, har eldri myndir og filmir eru á skrá úr heimligum jørðildi, sigur Súni Anthoniussen.

Vitjanartalið hjá Atlantis hevur verið gott, men sjálvandi hava seinnu tvey árini verið buldraslig vegna sóttina.

Súni er 31 ára gamal og hevur eisini verið knýttur at Húsinum, samstundis sum hann lesur søgu á Fróðskaparsetrinum.

[object Object]
(Mynd: Dávur Winther)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2022

43 Leygardagur 02. apríl 2022

Dánial Hoydal og Annika Øyrabø tilnevnd barna- og ungdómsvirðislønina

13 bøkur eru í uppskoti til barna- og undgómsvirðisløn norðuslandaráðsins, og millum teirra er "Abbi og eg og abbi", sum Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

13 norðurlendskar myndabøkur, ungdómsbøkur og yrkingasøvn eru í uppskoti til barna- og ungdómsvirðisløn norðurlandaráðsins, og millum teirra er føroyska barnabókin "Abbi og eg og abbi".

Bókin, sum varð givin út á sumri í fjør er ætlað børnum millum fýra og sjey ár. Hon snýr seg um tað at hava ein abba, sum broytist og er farin at gloyma.

Bókina hevur Dánial Hoydal skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt.

Brot úr bókini:

– Abbi og eg eru væl. Vit geva dunnunum saman, og hann lesur søgur fyri mær, og so dugir hann so væl at roksa og flenna eftir tí aftaná. Men einaferð roksar hann bara og flennir ikki aftaná. Hvat man vera hent við abba?

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2022

44 Leygardagur 02. apríl 2022

Ukrainskar skúlabøkur á Snar

Talan er um tær mest týðandi skúlabøkurnar til næmingar í fólkaskúlanum, so at ukrainskir næmingar kunnu halda fram við undirvísing, meðan tey eru í Føroyum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nám hevur í samstarvi við ukrainska forlagið Ranok Publishing House lagt ukrainskar skúlabøkur á Snar.

Talan er um tær mest týðandi skúlabøkurnar til næmingar í fólkaskúlanum, so at ukrainskir næmingar kunnu halda fram við undirvísing, tá ið tey eru komin til Føroya.

Bøkurnar fylgja ukrainsku námsætlanunum, og øll neyðug loyvi eru fingin at leggja bøkurnar á netið.

PDF-skjølini og netbøkurnar eru ókeypis at taka niður og at brúka.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2022

45 Leygardagur 02. apríl 2022

Søga var skrivað á Oscar mánanáttina

Oscar til samkynda myrka kvinnu og til deyvan mannligan sjónleikara

Frá vinstru Ariana DeBose, Troy Kotsur og Jessica Chastain, sum varð kosin besti kvinnuligi sjónleikari (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tveir sjónleikarar skrivaðu søgu, tá Oscar virðislønirnar mánanáttina vórðu latnar á einum hátíðarhaldi í LosAngeles.

31 ára gamla Ariana DeBose vann eina Oscar virðisløn fyri besta kvinnuliga hjáleiklut í filminum “West Side Story” hjá Steven Spielberg.

Við virðislønini skrivaði hon søgu upp á tveir mátar. Í fyrsta lagi er hon tann fyrsta samkynda ikki-hvíta kvinna, sum vinnur henda heiður. Og í øðrum lagi skrivaðu hon og nú 90 ára gamla Rita Moreno søgu. Rita Moreno var við í upprunaligu uppsetingini av “West Side Story” í 1961. Og hetta var fyrstu ferð, at Oscar virðislønin fór til sama leiklut í tveimum ymsum filmum.

- Eg eri so takksom fyri, at Anita slóðaði gøtuna fyri hópin av ‘Anitum’ eins og eg, segði Ariana DeBose í síni røðu.

Takkaði á teknmáli
Eisini maðurin, ið varð heiðraður fyri besta hjáleiklut, skrivaði Oscar-søgu.

Virðislønin fór til 53 ára gamla sjónleikaran og leikstjóran, Troy Kostur, ið vann fyri sín leiklut í filminum “Coda”. Hann gjørdist sostatt fyrsti deyvi mannligi sjónleikarin, sum hevur vunnið ein Oscar.

Á teknmáli takkaði Troy Kotsur millum annað øllum deyvasjónleikarhúsunum, sum geva deyvum fólki møguleika at royna seg sum sjónleikarar.

“Coda” stendur fyri “Child of Deaf Adults”, altso børn hjá deyvum foreldrum, og í filminum spælir Kotsur leiklutin sum familjuovastin Frank Rossi, ið hevur eitt barn, ið – sum einasti í familjuni – kann hoyra.

Filmurin “Coda” vann eisini høvuðsvinningin sum “ársins besti filmur”.

Hetta var ikki fyrstu ferð, at ein deyvur fekk Oscarvirðisløn. Í 1986 vann hin deyva Marlee Matlin bæði ein Oscar og ein Golden Globe fyri sín leiklut í filminum “Children of a lesser God”.

Marlee Matlin, sum nú er 56 ára gomul, spælir eisini við í filminum “Coda”, og hon hevur altíð verið ein fyrimynd hjá Troy Kotsur.

[object Object]Jane Campion varð kosin besti leikstjóri fyri "The Power of the Dog" (Mynd: EPA)

Hesar vóru Oscarvirðislønirnar:

Besti filmur: Coda
Besti leikstjóri: Jane Campion “The Power of the Dog”
Besti kvinnuligi høvuðsleiklutur: Jessica Chastain “The Eyes of Tammy Faye”
Besti mannligi høvuðsleiklutur: Will Smith “King Richard”
Besti kvinnuligi hjáleiklutur: Ariana DeBose “West Side Story”
Besti mannligi hjáleiklutur: Troy Kotsur “Coda”
Besta leikrit: “Belfast”
Besta filmsgerð: “Coda”
Besti teknifilmur: “Encanto”
Besti altjóða filmur: “Dive my Car”, Japan
Besti dokumentarur: “Summer of Soul”
Besti dokumantar-stuttfilmur: “The Queen of Basketball”
Besti stuttfilmur: “The Long Goodbye”
Besti teknaði stuttfilmur: “The Windshield Wiper”
Besti upprunatónleikur: “Dune”

[object Object]Billie Eilish við Oscar virðislønini fyri besta sang - heitislagið í James Bond-filminum "No Time to Die" (Mynd: EPA)

Besti upprunasangur: “No Time to Die”
Besta framleiðsludniðgeving: “Dune”
Besta myndatøka: “Dune”
Besta makeup og hár: “The Eyes of Tammy Faye”
Bestu kostumur: “Cruella”
Besta ljóð: “Dune”
Besta redigering: “Dune”
Bestu ‘visual effects’: “Dune” 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2022

46 Leygardagur 02. apríl 2022

Will Smith langaði vertinum ein lúsing

Dramatikkur undir Oscar-handanini

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein óvæntað hending hendi undir handanini av Oscar virðislønunum mánanáttina.

Sjónleikarin Will Smith fór upp á pallin og gav skemtaranum Chris Rock ein upp á kjaftin eftir at hesin hevðu gjørt gjøldur burtur úr konu Will Smith, Jada Pinkett Smith.

Rock gjørdi gjøldur burtur úr Jada Pinkett Smith, tí hon hevur sjúkuna alopecia, ið ger, at hon missir hárið. Hann kallaði hana fyri J. I. Jane, og sipaði til filmin av sama navni, har kvinnuligi høvuðsleikarin rakar hárið av høvdinum.

Will Smith fekk seinni handað Oscar-virðislønina fyri besta mannliga høvuðsleiklut í filminum “King Richard”.

Undir takkarrøðuni bað Will Smith um umbering.

- Kærleiki fær teg til at gera tápulig ting, segði hann millum annað. 

Dagin eftir kom umberingin frá Will Smith til Chris Rock. Tað hendi í einum uppslagi á sosiala miðlinum Instagram.

- Harðskapur í øllum formum er eitrandi og oyðileggjandi. Mín atburður undir Academy Awards í gjár kann ikki góðtakast og er ófyrigevandi, skrivar Will Smith millum annað.

- Eg vil alment biðja teg um umbering, Chris. Eg fór út um mark, og eg gjørdi eitt mistak. Eg eri snópin, og mín atburður vísir ikki tann mann, eg ynski at vera, skrivar hann víðari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2022

47 Leygardagur 02. apríl 2022

Zelenskyj: Orkuframleiðandi lond eiga at økja um framleiðsluna

Tað skal ikki bera til hjá Russlandi at brúka sína olju og gass at leggja trýst á onnur lond, sigur ukrainski forsetin

Øll i Russlandi skulu skilja, at einki land kann brúka orku sum vápn og leggja trýst á heimin, sigur ukrainski forsetin (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Orkuframleiðandi lond eiga at økja um framleiðsluna, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í røðu á altjóða ráðstevnuni í Doha, høvuðsstanum í Katar farna vikuskifti.

Londini skulu økja um framleiðsluna, so Russland ikki kann brúka sína olju og gass til at leggja trýst á onnur lond, sigur hann.

– Eg heiti á tykkum um at økja tykkara orkuframleiðslu fyri at tryggja, at øll í Russlandi skilja, at einki land kann brúka orku sum vápn og leggja trýst á heimin, sigur Zelenskyj sambært Ritzau.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2022

48 Leygardagur 02. apríl 2022

Amnesty: Vesturheimurin hevur ikki gjørt sína skyldu undir koronufarsóttini

Undir koronufarsóttini hava tey ríku londini skapt størri ójavna í heiminum, sigur altjóða mannarættindafelagsskapurin í ársfrágreiðing fyri 2021

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tey ríki londini og heilivágsfyritøkurnar hava ikki gjørt sína skyldu við handfaringini av koronufarsóttini. Í staðin hava tey skapt størri ójavna í heiminum.

Tað sigur mannarættindafelagsskapurin Amnesty International í ársfrágreiðing fyri 2021.

Í frágreiðingini hevur Amnesty hugt at menningini fyri mannarættindi í 154 londum, og avleiðingarnar av koronufarsóttini fylla nógv.

Sambært Amnesty sóu vit í 2021 økt fátækradømi, og vit sóu myndugleikar, sum misbrúktu koronufarsóttina til at halda atfinningum og mótmælum aftur.

– Hetta bleiv stuðlað av sonevndari koppsetingarnationalismu og grammleika hjá teimum mest vælbjargaðu londunum í heiminum, sigur Agnès Callamard, aðalskrivari hjá Amnesty International sambært Ritzau.

Í frágreiðingini leggur Amnesty m.a. ES, Stórabretland og USA undir at hava uppbygt goymslur av avlopskoppingarevni, meðan heilivágsfyritøkurnar ikki hava viljað deilt teirra tøkni, so koppingarevni kundi býtast út til fleiri.

Amnesty vísir m.a. á Afrika, sum er tað staðið, sum hevur verið mest forsømt, tá tað kemur til býtið av koppingarevni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2022

49 Leygardagur 02. apríl 2022

Gongur við rúkandi ferð

- at fáa vindmyllurnar upp á Gellingarkletti

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eftir fáum døgum síggjast nú stórar broytingar á Gellingarkletti. Har áður var hagi er nú grundarlagið lagt fyri eini føroyskari orkuframtíð.

Vindmylnutornini hjá Effo og Røkt eru komin upp at standa eitt fyri og annað eftir, og nú er farið at seta útbúnaðin á tornini, sum í næstum eisini fær vitjan av veingjunum, ið um ikki so langa tíð fara at framleiða fyrsta streymin til netið hjá SEV.

Esmar Klakstein tók dronumyndirnar í góðveðrinum hósdagin.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2022

50 Leygardagur 02. apríl 2022

Oljunýtslan í fiskiflotanum óbroytt í 30 ár

Føroyski fiskiflotin brúkar líka nógva olju tilsamans í dag, sum hann gjørdi í 1992, meðan samlaða føroyska oljunýtslan er økt við sløkum 40 prosentum í sama tíðarskeiði. Hetta skrivar Sjókovin í sambandi við ársfrágreiðing, sum verður løgd fram í næstum

Mynd Sjókovin
SkrivaÐ:

Jan Müller

Frágreiðingin verður umrødd á almennum fundi í Smæruni 4. apríl, har nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale luttekur. Niðanfyri brot úr fráboðan frá Sjókovanum um ársfrágreiðingina og tiltakið:

"Visti tú,

  • at føroyski fiskiflotin brúkar líka nógva olju tilsamans í dag, sum hann gjørdi í 1992, meðan samlaða føroyska oljunýtslan er økt við sløkum 40% í sama tíðarskeiði?
  • at oljunýtslan fyri hvørt kilo av livandi fiski er økt í øllum teimum stóru skipabólkunum í tíðarskeiðnum 2019-2021?
  • at línuskip hava størst avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju?
  • at heildarveiðan í 2021 minkaði við 17 % í mun til 2020?  
  • at trolbátar (4T) hava yngsta fiskiflotan, og útróðrarbátar á línuveiðu (bólkur 4) hava tann elsta

Hesi viðurskifti og nógv onnur verða lýst í ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2021. Ársfrágreiðingin liggur á heimasíðu Sjókovans og er samvirkin (interaktiv). Frágreiðingin byggir á almenn hagtøl, serliga frá Vørn og Hagstovu Føroya. Hon er sett saman soleiðis, at lesarin á ein brúkaravinarligan hátt fær atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna.

Í ársfrágreiðingini 2021 verður hugt nærri at oljunýtsluni í føroyska fiskiflotanum. Við støði í tølum, sum Sjókovin hevur útvegað frá reiðaríum, inniheldur frágreiðingin eina greining av, hvussu nógva olju ymisku skipabólkarnir hava brúkt í 2019-2021. Eisini verða føroysku oljutølini samanborin við tøl úr norskum fiskiskapi. Ætlanin er, at oljunýtslan í fiskiflotanum verður eitt afturvendandi evni í ársfrágreiðingunum framyvir, og at hon verður nýtt til, at meta um gongdina í fiskivinnuni. Umframt stóra týdningin av at minka um COútlátið, so gerst greiningin serliga viðkomandi nú, tá oljuprísurin er omanfyri 100 USD fyri tunnuna, og sostatt leggur stórt trýst á lønsemi og hýrur, serliga í ávísum skipabólkum.  

Umframt afturvendandi hagfrøðiligt tilfar um avreiðingar, løntakarar, útflutning o.a. lýsir ársfrágreiðingin eisini onnur viðkomandi evni, so sum lívfrøðiliga grundarlagið undir fiskiskapinum, tilmælini frá Havstovuni og ICES, Havsins áratíggju, Vakstrarforum og frágreiðingina um lógina um sjófeingi frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til Løgtingið.

Á tiltakinum bjóðar Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vælkomin. Síðani leggur Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, fram frágreiðingina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2022

51 Leygardagur 02. apríl 2022

Hava tryggjað nýggja oljuleið sunnan fyri Føroyar

Eftir stóra óvissu um framtíðina hjá nýggjastu oljuleiðini á Atlantsmótinum, Lancaster sunnan fyri markið, er nú avgjørt at halda fram við framleiðsluni

Framleiðsluskipið Aoka Mizu fer framhaldandi at framleiða sunnan fyri føroyska markið. Skipið var í síni tíð leigað av Atlantic Petroleum, tá tað framleiddi í Norðsjónum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hon var við til at rudda forsíðurnar í altjóða orkumiðlum, nýggja oljuleiðin á Atlantsmótinum, Lancaster, tá oljufelagið Hurricane nøkur ár herfyri fann eina stóra oljugoymslu í undirgrundini á eini nýggjari leið í ein sunnan úr føroyska markinum.

Henda nýggja oljuleiðin varð mett at goyma hundraðtals mió. tunnur av olju. Tað sermerkta við hesi leiðini var, at oljan liggur  í sjálvum grundfjallinum, nevnt “Fractured Basement”. Fleiri oljufeløg hava sett spurnartekin við slíka framleiðslu, tí tú skal heilt niður í sjálvt grundfjallið eftir henni.

Men Hurricane legði alla sína orku í at menna framleiðsluna og somuleiðis at bora eftir nýggjum goymslum í grannalagnum. Nýggju brunnarnir vístu seg tó ikki at finna stórvegis av olju, so farið varð miðvíst eftir goymslunum í Lancaster.

Framleiðsluskipið Aoga Mizu varð leigað til at taka ímóti oljuni. Tað skuldi tó vísa seg, at framleiðslan gjørdist nógv minni enn mett, og tí hevur verið uppá tal at gevast og lata framleiðsluskipið aftur til eigararnar. Men so kom bráddliga vend í. Oljuprísurin reyk upp  í loft og hava eigararnir av framleiðsluskipinum nú gjørt avtalu við Hurricane fyribils at longja leiguavtaluna við 18 mánaðum. Tí heldur framleiðslan á Lancaster leiðini nú fram. 

[object Object]Lancaster leiðin liggur sunnan fyri stóru oljuleiðirnar Foinaven og Schiehallion

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2022

52 Leygardagur 02. apríl 2022

Mærsk gongur undan við grønari orku til skip

Danska stórfyritøkan A.P. Møller-Mærsk skundar nú enn meira undir royndirnar at gerast CO2 neutralt í 2040

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Nú um dagarnar skrivaði felagið undir sáttmála um samstarv við fleiri myndugleikar í Egyptalandi um at kanna møguleikarnar fyri at fara undir stórframleiðslu av grønum brennievnum í Egyptalandi, skrivar Søfart. 

[object Object]

Egyptland hevur sera góðar fortreytir fyri varandi orkuframleiðslu og hevur í hyggju at gerast leiðandi innan grøna orku í heiminum, og hjá Mærsk eru tey sera spent um at kunna samstarva um m.a. framleiðslu av grønum brennievnum til skip sigur Henriette Thygesen, stjóri í Mærsk sambært danska blaðnum.

Í fyrstu syftu fevnir samstarvið um at kanna møguleikarnar fyri at framleiða vetni við varandi orku. Mærsk hevur játtað at vilja brúka brennievnið, tá tað er klárt at taka í nýtslu. Hon sigur annars, at atgongd til grøna orku og brennievni í nóg stórum nøgdum og til kappingarførar prísir er tann størsta einstaka avbjóðingin í royndunum at minka um CO2 útlátið frá altjóða skipaferðslu. 

Hon vísir á, at Mærsk fer eisini at brúka samstarvspartnarar kring heimin til tess at finna fram til bestu grønu loysnirnar í sambandi við at skunda undir framleiðsluna av eitt nú vetni sum brennievni. 

Mærsk hevur annars í sambandi við grøna orkuskiftið bílagt fyrst átta og síðani fýra nýggj bingjuskip, sum skulu brúka útlátsfrítt methanol sum brennievni. Átta av skipunum verða klár í 2024 og hini fýra í 2025, skrivar Offshore Energy. 

Keldur Offshore Energy og Søfart

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2022

53 Leygardagur 02. apríl 2022

Cambo oljuloyvið við markið longt í tvey ár

Tað merkir, at ætlaða ella møguliga broytt útbygging av Cambo kelduni kann gerast veruleiki í næstu framtíð

Risastóra olju- og gasskeldan Cambo tætt við føroyska markið er aftur í fokus, nú bretskir myndugleikar hava longt loyvi í tvey ár aftrat og harvið givið feløgunum Siccar Point og Shell stundir til at endurskoða útbyggingarmøguleikarnar. Á myndini pallurin, sum helst verður valdur at brúka til framleiðsluna
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað kom dátt við, tá oljurisin Shell í fjør gjørdi av at taka seg úr ætlaðu útbyggingini av Cambo kelduni við markið. Harvið var ætlanin sett í bíðistøðu. Men nú bendir tó nógv á, at vend er við at koma í aftur.

Bretskir orkumyndugleikar hava nevniliga  avgjørt at longja loyvið á Cambo olju- og gassleiðini beint eystan fyri føroyska markið í tvey ár, eitt loyvi, sum gongur út í morgin. Henda avgerðin merkir, at stóra útbyggingin av kelduni ikki er slept, hóast Shell í desember gjørdi av at taka seg út úr verkætlanini við tí grundgeving, at hon var ikki fíggjarliga nóg forsvarlig m.a. av óvissuni um seinkingar vegna mótstøðu frá umhvørvisfelagsskapum.

Síðani hevur felagið, sum framvegis eigur 30% av Cambo loyvinum, gjørt greitt, at tað fer at endurskoða hesa avgerðina m.a. í kjalarvørinum á innrásini í Ukraina, tí høga olu- og gassprísinum og avgerðini hjá bretsku stjórnini at skunda undir útbyggingar av olju- og gasskeldum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. 

[object Object]

Í vikuni kundi so Sky News siga frá, at bretski orkumyndugleikin North Sea Transition Authority (fyrr OGA, Oil and Gas Authority) hevur avgjørt at longja loyvini hjá Siccar Point Energy og Shell í tvey ár. Loyvini ganga annars út 31. mars. Talan er um fleiri loyvi til leiting og framleiðslu á einum stórum øki beint eystan fyri føroyska markið. 

Talsfólk fyri Shell, sum við hesi avgerðin, eftir øllum at døma hevur avgjørt at vera verandi partur av møguligari útbygging, sigur, at felagið framvegis stendur við sína avgerð frá í fjør um ikki at vera partur av útbyggingini longur, men leggur aftrat, at longjanin av loyvunum fer at geva teimum stundir til at evaluera allar framtíðar møguleikar fyri verkætlanini. 

Umboð fyri umhvørvisfelagsskapir í Bretlandi mótmæla longjanini av loyvunum og siga, at nýggjar olju- og gassútbyggingar fara ongan mun at hava fyri orkuprísirnar, eiheldur gera Bretland minni heft at innfluttari orku. Tey mæla til at gevast við allari nýggjari olju- og gassframleiðslu.

Verður Cambo útbyggingin til veruleika, so fer hon at vera tann framleiðandi olju- og gasskeldan yvirhøvur, sum liggur næst Føroyum tvs. nakrar fáar kilometrar frá markinum. Og sum harvið fer at kunna varpa nýtt ljós á og lata dyrnar upp aftur fyri leiting á føroyska landgrunninum. Við Open Door leitiskipanini stendur tað øllum olju- og gassfeløgum og íløgufeløgum í boði at søkja um loyvi at leita eftir kolvetnum á føroyska landgrunninum. Nýtt útbjóðingarumfar er ikki neyðugt til tess at troyta henda møguleikan.

Komandi tíðin fer so at vísa, um mongu hendingarnar og broytingarnar á orkuøkinum í Evropa og ynskið hjá bretsku stjórnini at skunda undir útbyggingar av olju- og gasskeldum í eitt nú økinum millum Hetland og Føroyar, fara at kveikja nýtt lív í aftur Cambo-útbyggingina og harvið eisini kunna vaksa um møguliga áhugan fyri at leita á føroyska landgrunninum, ið bert er eitt hanagleiv frá stóru Cambo-kelduni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2022

54 Leygardagur 02. apríl 2022

Maersk Supply Service gongur undan innan havvindorku

Danski orkuídnaðurin man vera millum teir fremstu í heiminum á so nógvum økjum. So er m.a. við framleiðsluni av vindmyllum og skjótt eisini innan flutning og uppseting av vindmyllum til havs.

Soleiðis fer nýggja havvindmylnuskipið at síggja út, tá tað verður tikið í brúk í USA í 2025 - og hvør veit, møguliga við royndum føroyingum á brúnni og í maskinrúminum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Kenda danska fyritøkan Maersk Supply Services, har eisini nógvir føroyingar teljast millum starvsfólkini, hevur ment eitt spildunýtt konsept til skip í sambandi við uppsetan av havvindmyllum.

Fyritøkan hevur tikið hetta stigið, nú tað hevur gjørt avtalu við orkufeløgini Equinor og BP, um at standa fyri flutningingi og uppseting av risastórum Vestas vindmyllum á amerikanska landgrunninum.

Maersk, sum í mong ár hevur verið leiðandi at veita tænastur til havs á olju- og gassøkinum kring allan heimin, brúkar nú vitanina og royndirnar frá sínum oljuvirksemi í arbeiðinum at menna vindorkuna til havs. Nýggja sniðgevingin av einum vindmylnufari fer at økja um effektivitetin við 30 prosentum í mun til verandi arbeiðshættir við sonevndum Jack-up førum. So hetta stigið er við til at seta við til at seta ferð á grøna orkuskiftið.

[object Object]Stjórin í Maersk Offshore Serevices, Steen Karstensen, vitjar í Tinganesi saman við roynda føroyska skiparanum Kjartan Mohr, her saman við Bárði á Steig Nielsen, løgmanni og Magnus Rasmussen, vinnuráðharra. Mynd Jan Müller

Sáttmálin, sum Maersk Supply Service hevur gjørt, hevur samband við stóru vindorkuútbyggingina út fyri New York, nevnd Empire Offshore Wind. Við hesi fyrstu avtaluni av sínum slag er danska fyritøkan veruliga við at fáa fótin fastan innan menning av vindorkuvinnu til havs. Maersk hevur drúgvar royndir innan oljuvinnuna við sínum mongu skipum. Mong teirra við føroyskari manning. Enn eitt vakstrarøki hjá felagnum er at fáa bilbugt við nógv plasttilfarið, ið flýtur á havsins høvum. 

Steen S. Karstensen, stjóri í Maersk Supply Service sigur í eini viðmerking til avtaluna, at áralongu royndirnar hjá fyritøkuni koma nú val við í nýggju vindorkuvinnuni til havs.

Steen vitjaði í Føroyum í fjør, har hann  hitti løgmann og landsstýrismannin í vinnumálum umframt føroyingar, sum arbeiða hjá felagnum. Hann kom til Føroya fyri at takka mongu føroyingunum, sum hava verið og eru í tænastu hjá Maersk Supply Service fyri teirra arbeiði og bjóðaði samtíðis føroyingum at arbeiða hjá fyritøkuni. Og hvør veit - kanska vit fara at síggja fleiri føroyingar til arbeiðis umborð á nýggja vindmylnuskipinum í USA. 

Nýggja vindmylnuskipið verður bygt í Singapore og verður liðugt í 2025. Tá fer tað at seta upp  V236-15 MW-vindmyllur frá Vestas saman við tveimum nýbygdum sleipibátum og prámum.  

[object Object]

Eitt av mongu veitingarskipunum hjá Mærsk Supply Service, har føroyingar eru at síggja bæði á brúnni og í maskinrúminum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2022

55 Leygardagur 02. apríl 2022

Patrik skoraði sítt fyrsta landsliðsmál

Føroyar vunnu vinardystin ímóti Liktinstein 1-0

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyar fingu ein sigur týsdagin, men tey nógvu málini bleiv tað ikki til í hesum báðum venjingardystunum, sum vórðu leiktir í sambandi við at A-landsliðið hjá monnum var á venjingarlegu í Spania.

Liktinstein var mótstøðulið seinna dystinum, og hóast okkara menn høvdu bóltin meginpartin av tíðini, eydnaðist ikki at fáa bóltin inn. 

Einsmalla føroyska málið kom í 39. minuttir tá Patrik Johannesen stútaði bóltin í netið eftir innlegg frá Sølva Vatnhamar. Hetta er fyrsta málið hjá Patrik Johannesen á landsliðnum.

Føroyar høvdu eisini bóltin í málinum í 84. minutti, men dómarin dømdi fríspark beint áðrenn skotið frá Gunnar Vatnhamar kom.

Liktinstein - Føroyar 0-1 (0-1)
39’ Patrik Johannesen 0-1

Myndir: Hans Erik Danielsen

[object Object]

[object Object]

[object Object]Patrik Johannesen skoraði sítt fyrsta mál á A-landsliðnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2022

56 Leygardagur 02. apríl 2022

Málleyst í Gibraltar

Føroyar høvdu leikliga yvirvág og nakrar stórar møguleikar, men livdu ikki upp til favorittleiklutin í venjingardystinum seinasta leygardag

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Søgan var á ávísan hátt tann sama, sum í fleiri av HM-undankappingardystinum í heyst: Liðið hjá Håkani Ericson hevði møguleikarnar at fáa meira burturúr, hvat úrslitið viðvíkur, enn hvat máltalvan at enda vísti. Hesaferð var tað tó ein heldur øðrvísi kensla enn móti til dømis Danmark, Eysturríki og Skotlandi á Tórsvølli, tá Føroyar ikki vóru í sama leikluti sum á serstaka staðnum leygardag.

Ársins fyrsti dystur hjá A-landsliðnum við monnum varð leygardagin leiktur á Victoria leikvøllinum beint við eyðkenda "Rock of Gibraltar". Heimaliðið liggur nummar 203 á FIFA styrkilistanum, og er harvið styrkismett sum tað næstveikasta í Evropa. Nýggjasta UEFA-limalandið basti San Marino og Liktenstein, ið liggja ávíkavist niðast og triðniðast í Evropa - sambært úrslitunum seinastu árini - í stríðnum at koma upp í deild C í Nations League í 2020. 

Harvið var talan um tvey lið, ið skulu spæla har fyri fyrstu ferð, tá kappingin verður tikin uppaftur í summar. Dysturin í dag var ein umráðandi liður í fyrireikingini til kappingina, og tað varð greitt heilt skjótt, hvat av liðunum vildi og megnaði meira í mun til at skapa dystin.

Men hóast føroyska yvirvág, so kom einki mál í fyrra hálvleiki. Tað var nær við í samband við nakrar deyðbóltsstøður og leysar bóltar eftir tær, og so høvdu René Shaki Joensen (skot av brotsteigarmarkinum) og Klæmint Andrasson Olsen (við stútara eftir gott innlegg frá Gilla Rólantssyni) royndir, ið fóru stutt fram við málinum.

Føroysku favorittarnir fingu heldur ikki hol á í 2. hálvleiki og heldur ikki heilt rútmu í spælið fyrrenn eina løtu móti endanum. Áðrenn tað var Gibraltar nær við tvær ferðir eftir kontraálop, men so hóttu okkara væl aftur seinasta korterið: Innskiftu Patrik Johannesen og Jóannes Bjartalíð høvdu hvør sín stútara, sum fóru ávíkavist beint omanfyri og dygst framvið stólpanum við stuttum millumbili, síðani varð skot frá Jóannesi, eftir gott føroyskt álop, blokerað í fimm-metrinum, og tættast við sigursmál kom liðformaðurin Hallur Hansson, ið stutt fyri síðsta bríksl rakti stólpan.

Talan var um eitt vónbrot í mun til úrslitið, ið tó ikki hevur so nógv at siga í slíkum dystum, men nakað í mun til styrkismetingar og tann mentala partin. Tað eydnaðist ikki at seta spælið nóg væl upp í nøkrum pørtum, og tað gekk í løtum heldur seint hjá føroyingunum, ið høvdu bóltin nógv á turra graslíkisvøllinum. Teir á heimaliðnum hugsavnaðu seg mest um at verja og at bróta rútmuna í dystinum, og hetta eydnaðist í stóran mun. Tó skapti føroyska liðið nóg nógvar góðar málmøguleikar til, at ein sigur burdi verið komin í hús, men í minsta lagi fekk venjaratoymið roynt ymiskt ting - allar tær seks loyvdu útskiftingarnar vórðu nýttar.

Tá Føroyar og Gibraltar hittust í venjingardysti í 2014 á sama staði, vunnu Føroyar 4-1. Trý ár frammanundan taptu føroyingar tó 3-0 fyri Gibraltar, ið tá ikki var góðkent sum UEFA-limaland, og harvið var dysturin ikki alment skrásettur. Hetta merkir tó, at londini nú hava spælt tríggjar ferðir móti hvør øðrum, og at tað er endað við einum sigri hvør, umframt einum javnleiki.

A-landsliðs venjingardystur
Victoria Stadium, Gibraltar - 26.03
Gibraltar - Føroyar 0-0

Føroyar (4-4-2): Gunnar Nielsen -  René Shaki Joensen, Odmar Færø (Sonni Ragnar Nattestad), Hørður H. Askham (Rógvi Baldvinsson), Viljormur Davidsen (Daniel Johansen), Gilli Rólantsson Sørensen (Jóannes Bjartalíð), Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Meinhard Egilsson Olsen (Patrik Johannesen) - Hallur Hansson (L), Klæmint Andrasson Olsen (Petur Knudsen)

Á bonkinum uttan at koma inn: Teitur Matras Gestsson, Mattias Lamhague, Heri Hjalt Mohr. Heðin Hansen, Adrian Justinussen og Jákup Biskopstø Andreasen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2022

57 Leygardagur 02. apríl 2022

Enn ein sigur hjá U21-monnunum hjá Bagga

Føroyska U21-landsliðið vann 1-0 ímóti Norðurmakedonia

(Mynd: Andrass Thomsen / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

U21-landsliðið yviraskar ferð eftir ferð, og aftur týskvøldið fingu teir eitt gott úrslit.

Í EM-undankappingardysti vunnu Føroyar 1-0 ímóti Norðurmakedonia í Skopje.

Føroyska málið kom eftir brotsspark í 52. minutti, sum Stefan Radosavljevic tók sær av.

Síðsta korterið trýstu norðurmakedónar øgiligt, men tætta føroyska verjan stóð stinn og megnaði saman við Bárði á Reynatrøð í málinum at hála sigurin heim.

Norðurmakedonia - Føroyar 0-1 (0-0)
52’ Stefan Radosavljevic 0-1 (br.)

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2022

58 Leygardagur 02. apríl 2022

Finalistarnir í fjør hittast í fyrsta umfari

Lutakast var mánakvøldið um, hvussu spælast skal í kappingini um Løgmanssteypið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Lutakast var mánakvøldið um hvussu spælast skal í kappingini um Løgmanssteypið.

Fríðin Ziskason frá Fótbóltssambandinum var í 3-2 og trekti lut um innleiðandi umfarið, og hvussu spælast skal í fyrsta umfari.

Innleiðandi umfarið, sum verður millum lið í triðbestu deildini, verður spælt í morgin, sunnudagin 3. apríl, meðan fyrsta umfar verður spælt skírisdag, 14. apríl.

Á pappírinum er tað serliga ein spennandi dystur, og hann er millum finalistarnar í fjør, NSÍ og B36.

Innleiðandi umfar 3. apríl
FC Hoyvík-MB
FC Suðuroy-Royn

1. umfar 14. apríl
Víkingur-Undrið FF
ÍF-B71
AB-B68
HB-FC Suðuroy/Royn
TB-FC Hoyvík/MB
NSÍ-B36
Skála-KÍ
EB/Streymur-07 Vestur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2022

59 Leygardagur 02. apríl 2022

07 Vestur flongdi B36

Vágakvinnur vunnu sunnudagin 5-0 ímóti B36. Sissal Haraldsen skoraði hattrikk

07 Vestur-kvinnur frøast um góða úrslitið (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

B36-kvinnur hava ikki fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið. Í fyrsta dystinum taptu tær 1-0 ímóti meistarunum í fjør, KÍ, og sunnudagin taptu tær aftur.

Ikki bara 1-0, men heili 5-0. Tað var 07 Vestur, sum var á vitjan hjá B36 í Gundadali, og vágakvinnur gjørdu ikki mætari enn at fara vestur aftur við einum knúsandi sigri.

07 Vestur royndi seg í fremstu kvinnudeildini á fyrsta sinni í fjør, og kom við nøkrum óvæntaðum úrslitum. Aftur í ár sær út til, at Vágar kunnu bjóða av í kvinnufótbólti.

19 ára gamla Sissal Haraldsen skoraði hattrik við málum í 3. 76. og 90. minutti. Hinum báðum málunum tóku Carol Assis Silva og Evelin Da Silva Mastropasqua sær av í ávikavist 16. og 27. minutti.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2022

60 Leygardagur 02. apríl 2022

Hópurin til menningarkapping í Bosnia úttikin

Sigtór Petersen, venjari hjá U16-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum fer til UEFA menningarkapping í Bosnia-Hersigovina

Sigtór Petersen, venjari hjá U16-landsliðnum við gentum (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í døgunum 3. til 11. apríl verður U16-landsliðið við gentum í Bosnia-Hersigovina, har UEFA menningarkapping er á skránni.

Tríggir landsdystir skulu spælast – Føroyar spæla móti Slovenia 5. apríl, móti Bosnia-Hersigovina 7. apríl og móti Norðurmakedonia 10. apríl, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Sigtór Petersen er venjari hjá føroysku gentunum, og hevur hann nú kunngjørt hópin til kappingina:

Hópurin
Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36
Natalia Dansdóttir Olsen, EB/Streymur
Brá Zachariasardóttir, FC Hoyvík
Anna Stórá Carlsen, HB
Borghild Debes Dánjalsdóttir, HB
Katrin Hansen, HB
Mira Bendix Laursen, HB
Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB
Helena Dahl Magnusardóttir, HB
Ró Reginsdóttir, HB
Vár Johannesen, KÍ
Elspa Maria Zachariassen, KÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Ingrið Berg Rasmussen, Skála
Jakobina Bergsdóttir, Skála
Katarina Berg Mikkelsen, Skála
Silja Maria Smedemark, TB
Hildigunn Steinhólm, Víkingur
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Fríða Magnussen, Víkingur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2022

61 Leygardagur 02. apríl 2022

Landsliðið móti Týsklandi úttikið

16 leikarar eru úttiknir til dystirnar móti Týsklandi, sum verða 13. og 16. apríl

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, hava úttikið 16 leikarar til dystirnar móti Týskland, sum verða, 13. og 16. apríl.

Talan er um annað play-off umfar í HM-undankappingini, har vinnarin yvir tveir dystir kemur til HM-endaspælið. Føroyar spæla móti Týsklandi mikudagin 13. apríl kl. 17.15 í Wunderino Arena í Kiel og leygardagin 16. apríl kl. 19 í Høllini á Hálsi.

Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71

Útileikarar:
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Leivur Mortensen, Odder Håndbold (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR)
Pauli Mittún, H71
Kjartan Johansen, Önnereds (SWE)
Vilhelm Poulsen, Fram (ISL)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold (DEN)
Nicklas Selvig, KÍF
Rókur Akralíð, HC Odense, (DEN)
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (NOR)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2022

62 Leygardagur 02. apríl 2022

Avgreiðsluspurningur hjá hoyvíkingum

H71 vann 37-15 í aðru hálvfinaluni móti klaksvíkingum, og eru sostatt í finaluni

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyri fyrstu ferð er Team Klaksvík í endaspælinum í ár, men eftir tvey stórtap, er greitt, at tað ikki verður til eina finalu á hesum sinni.

Suverenu hoyvíkingar vunnu fyrra dystin 33-20, og sunnudagin var heldur ongantíð nakar ivi. Støðan í hálvleikinum var 21-9 til H71, og tað bleiv ikki frægari í seinna hálvleiki.

Úrslitið gjørdist 37-15 og flúgvandi hoyvíkingar eru klárir til finalu ímóti VÍF ella KÍF.

Óli Mittún gjørdist toppskjútti hjá H71 við sjey málum. Vuk Stevanovic og Sámal á Tjaldrafløtti gjørdust toppskjúttar hjá Team Klaksvík við fimm málum hvør.

H71 - Team Klaksvík 37-15 (21-9)

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2022

63 Leygardagur 02. apríl 2022

KÍF vann eftir longda leiktíð

Vestmenningar fingu einki mál fyrstu fimm minuttirnar av longdu leiktíðini. Ein triði og avgerandi hálvfinala skal til fyri at finna mótstøðuliðið hjá H71 í finaluni

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var dramatikkur hjá teimum, sum høvdu leitað sær í Ítróttarhøllina í Vestmanna sunnukvøldið. Eins og tá KÍF og VÍF hittust í Kollafirði fyrr í vikuni, var øgiligur spenningur, og hann vildi nærum ongan enda fáa, tí longd leiktíð skuldi til fyri at finna ein vinnara.

Hálvleiksstøðan var 18-18 og tá 60 minuttir vóru leiktir, var støðan 29-29. Hesar hálvfinalurnar skulu avgerast, og tí skuldi longd leiktíð til.

Fyrstu fimm minuttirnar av longdu leiktíðini fingu vestmenningar einki mál, og hetta tóktist at vera avgerandi.

Tá samanumkom vann KÍF 34-32.

Triðja og avgerandi hálvfinalan varð spæld hóskvøldið.

VÍF - KÍF 32-34 eftir longda leiktíð (18-18 | 29-29)

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2022

64 Leygardagur 02. apríl 2022

Kollfirðingar vunnu triðju hálvfinaluna greitt og hava tryggjað sær finalupláss

Eingin ivi í Ítróttarhøllini í Kollafirði hóskvøldið. KÍF vunnu ímóti vestmenningum við átta málum

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verða H71 og KÍF sum fara at spæla FM-finalurnar í hondbólti fyri menn. Kollfirðingar vunnu hóskvøldið triðju og avgerandi hálvfinaluna ímóti VÍF. Úrslitið gjørdist 30-22 til KÍF.

Og eftir tvær spennandi hálvfinalur seinastu dagarnar varð triðji og avgerandi dysturin avgjørdur longu fyrra hálvleiki. Vestmenningar uttan Filip Jojic høvdu trupult við at fáa mál meðan alt riggaði hjá kollfirðingum.

Sunnudagin klokkan 16 verður fyrsta FM-finalan millum H71 og KÍF, og tað verður í Hoyvíkshøllini.

1. hálvfinala 24. mars
KÍF - VÍF 26-27 (11-15)

2. hálvfinala 27. mars
VÍF - KÍF 32-34 eftir longda leiktíð (18-18 | 29-29)

3. hálvfinala 31. mars
KÍF - VÍF 30-22 (19-11)

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2022

65 Leygardagur 02. apríl 2022

Hondbóltur: Føroyar fingu gott lutakast til EM-undankappingina

Mótstøðuliðini vera Eysturríki, Ukraina og Rumenia, tá Føroyar skulu spæla um eitt pláss í EM-endaspælinum í 2024. Fyrstu dystirnir eru á skránni í oktober

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verða Eysturríki, Ukraina og Rumenia, sum vit skulu kappast ímóti um at sleppa í EM-endaspælið í 2024.

Hetta varð greitt eftir lutakastið, sum var í Berlin hóskvøldið. Týskland verður vertur fyri endaspælinum, og Hondbóltssambandið hevur sett sum mál, at eitt føroyskt vaksnamannalið á fyrsta sinni skal luttaka í einum endaspæli í januar 2024.

Ymiskt bendir á, at tann møguleikin ikki er órealistiskur, og lutakastið ger eisini sítt til, tó at talan verður um truplar uppgávur at loysa. Bæði Eysturríki og Ukraina eru lægst styrkismett í ávikavist potti eitt og potti tvey, meðan Rumenia eisini liggur niðarliga í sínum.

Okkara menn hava fleiri ferðir spælt móti Ukraina seinastu árini, og í onkrum førum hevur tað verið sera javnt - síðst tá liðini í apríl í fjør spældu í Høllini á Hálsi, og munurin var eitt mál. 

Tað kann avgjørt metast, at tað var gott at sleppa undan til dømis Fraklandi ella Noreg úr hægsta styrkisbólkinum, og at tað ístaðin er Eysturríki, sum kom úr pottinum.

Tvey lið koma víðari til EM úr hvørjum bólki umframt fýra teir bestu útav teimum átta 3’arunum.

Fyrstu dystirnir eru á skránni í oktober.

Stór HM-uppgáva bíðar fyrst
Mikudagin 13. apríl spæla Føroyar á útivølli í Kiel ímóti Týsklandi í HM Play-off umfarinum, og nakrar dagar seinni, leygardagin 16. apríl, er Týskland á vitjan í Føroyum.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2022

66 Leygardagur 02. apríl 2022

H71-kvinnur í FM-finaluni

Við sigri á Stjørnuni sunnudagin í aðru FM-hálvfinaluni eru H71-kvinnur í finaluni

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Við tveimum sigrum, einum farna mikukvøld í Klaksvík, og einum sunnudagin, hevur H71 vunnið seg í FM-finaluna.

H71 vann seinnu FM-hálvfinaluna 28-26, men tað bleiv ikki ein av teimum lættu sigrunum. Hoyvíkskvinnur vóru á odda 16-10 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki var Stjørnan sum hamskift, og át seg spakuliga inn á heimaliðið.

Tá góðir tíggju minuttir var bara eitt mál og muni, og alt var opið. H71 kláraði at halda høvdið kalt næstu løtuna, meðan Stjørnan hinvegin ikki megnaði at halda fast.

Dysturin endaði 28-26 til H71.

Toppskjútti hjá H71 gjørdist Jana Mittún við 10 málum. Tóra Eliasen skoraði flest mál hjá klakvíkskvinnum við sjey málum.

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

[object Object]H71 - Stjørnan kvinnur 28-16 (16-10)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2022

67 Leygardagur 02. apríl 2022

Neistakvinnur í finaluni

Tað gjørdist ongantíð veruliga spennandi í Høllini á Hálsi sunnukvøldið. Neistin vann aðru hálvfinaluna móti Kyndli 27-21

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Neistin vann fyrru hálvfinaluna fyrr í vikuni, og skuldi vinna einaferð afturat fyri at tryggja sær finaluplássið. 

Lagt var upp til ein spennandi dyst, men tað kom ongantíð veruligur spenningur í. Neistin var betra liðið, og var eisini á odda 14-10 í hálvleikinum. Úrslitið gjørdist 27-21.

Toppskjútti hjá Neistanum var Maria P. Nólsoy við átta málum. Bára krossteig Hansen bleiv toppskjútti hjá Kyndli við seks málum.

Sunnudagin í næstu viku verður fyrsta FM-finala av fimm møguligum leikt, og byrjað verður í Hoyvík.

Kyndil - Neistin 21-27 (10-14)

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2022

68 Leygardagur 02. apríl 2022

Stjørnan vann bronsuna

Brotskastskapping mátti til fyri at finna ein vinnara í bronsudystinum hjá kvinnum mikukvøldið. Tá avtornaði stóðu klaksvíkskvinnur eftir sum vinnarar

Mynd frá seinnu hálvfinaluni sunnudagin móti H71 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tær høvdu uttan iva ætlað sær í finaluna, men H71 vildi tað øðrvísi í hálvfinaluni, og yvir tveir dystir taptu klaksvíkskvinnur greitt ímóti Hoyvík.

Hjá steypavinnaranum Kyndli var søgan tann sama, men tær taptu fyrr í vikuni í hálvfinalunum móti Neistanum. 

Mikukvøldið var dystur um bronsuna millum Kyndil og Stjørnuna í Høllini á Hálsi, og tað mundi ongan enda fingið.

Tá vanliga leiktíðin var av, var støðan 33-33, og liðini máttu út í longda leiktíð fyri at finna ein vinnara, men tá tvær ferðir fimm minuttir vórðu leiktir var aftur javnt, 36-36.

Tískil skuldi brotskastskapping til, og eisini her gekk ein fitt løta áðrenn nøkur avgerð fall. Tað var ikki fyrr enn áttandi málskjúttin hjá Kyndli brendi, at avgerðin fall og Stjørnan vann bronsuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2022

69 Leygardagur 02. apríl 2022

Hesar 16 møta Rumenia og Danmark

Føroyska A-landsliðið í kvinnum skal í eldin 20. apríl móti Rumenia og móti Danmark 23. apríl

Marianna Geirsdóttir Eystberg (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Landsliðsvenjararnir, Sonni Larsen og Finnur Hansson, hava úttikið 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Rumenia og Danmark, ávikavist tann 20. og 23. apríl.

Dystirnir verða leiktir ávikavist móti Rumenia í Føroyum mikudagin 20. apríl kl. 19, og móti Danmark í Næstved leygardagin 23. apríl kl. 15.10.

Hesar eru úttiknar: 

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster Håndbold (DEN)
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)

Vengur:
Ingibjørg Olsen, ÍBV (ISL)
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK (DEN)
Lív S. Poulsen, Ajax København (DEN)

Strikur:
Brynja Høj, Neistin
Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71
Pernille Brandenborg, Randers HK (DEN)

Bakkar:
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK (DEN)
Elsa Egholm, H71
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Jana Mittún, H71
Natasja Hammer, Haukar (ISL)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2022

70 Leygardagur 02. apríl 2022

Mjølnir tók fyrsta stingin, eftir at ÍF misti trumfin

Fuglfirðingar vunnu fyrsta sett, og vóru frammanfyri í øðrum, tá Bjarni Larsen fekk ein skaða. ÍF kom aldri fyri seg aftur

Vinna klaksvíkingar aftur leygardagin, eru teir føroyameistarar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Innsent

Fyrra FM-finalan - Føroya Tele-deildin, menn:
Mjølnir – ÍF 3-1 (18-25, 25-23, 25-12, 25-19)

ÍF tóktiskt væl á veg at vinna ein heldur óvæntaðan sigur á Mjølni, men tá úrmælingurin á ÍF-liðnum, Bjarni Larsen, fekk skaða í knæið tíðliga í øðrum setti og noyddist at gevast, sveiggjaði pendulið hinvegin, og Mjølnir setti seg so líðandi á dystin.

Tað var ikki minst takkað verið fimm góðum servum frá Bjarna Larsen, at ÍF í fyrsta setti fór frá at vera aftanfyri 6-7 til at vera frammanfyri 11-7. ÍF helt munin restina av settinum og vann 25-18.

ÍF helt fram við somu øði í øðrum setti, og legði seg á odda 5-1 og 6-3, men í tí at Bjarni Larsen við fínum smassji legði ÍF framum 7-4, hendi vanlukkan fyri ÍF og Bjarna, tá knæskelin fór úr lið. ÍF helt seg frammanfyri ta fyrstu løtuna eftir óhappið, og legði seg á odda 20-15, men tá sjey servur frá Hørði Joensen góvu 6 stig, var Mjølnir brádliga á odda 22-20. Javnt var aftur við 23-23, men síðani vann Mjølnir næstu tveir bóltarnar og settið 25-23.

ÍF toldi ikki missin av Bjarna, og í triðja setti var eingin mótstøða og Mjølnir vann so mikið sum 25-12.

ÍF fylgdi tó leingi væl við í fjórða setti og legði seg eisini á odda 14-13, men so líðandi dró Mjølnir frá og vann at enda settið 25-19 og dystin 3-1.  

Seinna FM-finalan verður spæld í høllin á Hálsi í Havn í kvøld klokkan 19. Vinnur Mjølnir dystin, so er Mjølnir føroyameistari í bestu mansdeildini á 12. sinni, og tað er meira enn nakað annað felag hevur vunnið. Vinnur ÍF dystin, so skal føroyameistaraheitið avgerast í einum “gullsetti”, sum gongur upp í 15.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2022

71 Leygardagur 02. apríl 2022

ÍF í FM-finalunum eftir tryggan sigur á Fleyr

Føroya Tele-deildin, menn: Fleyr – ÍF 0-3 (16-25, 18-25, 20-25)

 
SkrivaÐ:

Innsent

Kapprenningin millum ÍF og SÍ, um at vinna sær pláss í FM-finalunum ímóti Mjølni, hevur verið spennandi sum sjáldan. Í góða viku var SÍ frammanfyri, men ÍF hevði leikt tveir dystir færri, sum skuldu geva fimm stig, um fuglfirðingar skuldu í finaluna.

Tvey av teimum komu í sigrinum í 5-settaranum ímóti Mjølnir hóskvøldið í farnu viku, og so var setningurin at vinna tey írestandi trý stigini ímóti Fleyr leygardagin.

Í Sørvági vónaðu tey, at Fleyr fór at geva SÍ eina hjálpandi hond, men tann vónin svann skjót, tí Fleyr, sum annars hevur givið hinum trimum dygga mótstøðu í flestu dystum í ár, hevði lítið at bjóða uppá og tóktist lítið motiverað.

Skjótt var ÍF á odda 14-7 í fyrsta setti, sum ÍF vann 25-16. Í øðrum setti gjørdi ÍF líka skjótt av og fór frá 4-0 upp á 18-9, áðrenn settið varð vunnið 25-18.

Gongdin var tann sama í triðja setti, har ÍF legði seg á odda 9-2. Men so gjørdi Fleyr ein vørr og fekk eitt sindur av spenningi í settið aftur, tá munurin minkaði niður í 11-12 og 13-14. ÍF fótaði sær tó aftur og vann næstu fýra bóltarnar, og settið 25-20. – Og ikki minst tey trý stigini, sum geva finalupláss.

Nr. 1 og 2 spæla tvær finalur um føroyameistaraheitið. Fyrra finalan verður spæld á heimavøllinum hjá tí liðnum, sum endaði sum nr. 1 (Mjølnir) í sjálvari landskappingini. Seinna finalan verður spæld í Høllini á Hálsi í Havn.

Finalurnar eru skipaðar soleiðis, at leiktir verða tveir dystir. Vinna liðini hvør sín dyst - og tað er líka mikið, hvussu settúrslitini eru - verður leikt eitt avgerandi Gullsett beint eftir seinna dystin. Hetta settið er upp í 15, og tá fellur so avgerðin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2022

72 Leygardagur 02. apríl 2022

SÍ lorkaði burtur finalusigurin á Fleyr

Fyrra FM-finalan - Føroya Tele-deildin, kvinnur: Fleyr-SÍ 3-2 (18-25, 25-15, 21-25, 25-15, 16-14)

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í Sørvági harmast tey um, at tað ikki eydnaðist at hála sigurin í hús í fyrru FM-finaluni ímóti Fleyr, eftir at SÍ hevði lagt seg á odda 10-2 í fimta setti. Men Fleyr kom afturíaftur og vann 16-14.

Tað var annars SÍ, sum legði fyri sum eitt óløgi í fyrsta setti og legði seg á odda 7-0. Hóast Fleyr minkaði um munin og kom upp á 13-17, so gjørdist ongantíð ivi um settið, sum SÍ vann 25-18.

Í øðrum setti var tað øvugt. Eftir 7-7 sleit Fleyr seg leyst og legði seg framum 17-11, áðrenn Sarah Frings smashaði bóltin loddrætt í gólvið hjá sørvingum til 25-15.

Síðani átti SÍ aftur tørn í triðja setti, og skjótt var støðan 12-6 og 16-9 til SÍ. Fleyr kom tó fyri seg og minkaði um munin til 17-19, og so bað venjarin hjá SÍ, Rajko Petrovic, um leikbrá (time out) fyri at royna at steðga bløðingini. Hetta eydnaðist eisini, og SÍ fór frá 20-19 til at vinna settið 25-21.

Í fjórða setti var tað so aftur Fleyr, sum vant burtur úr SÍ, og støðan gjørdist 10-5 og 20-10. Venjarin hjá SÍ ásannaði, at settið var tapt, og valdi tí at taka, millum aðrar leikarar, Juliiu Kuvshinova út á bonkin at hvíla seg áðrenn avgerandi javnbrótaran. Fjórða settið vann Fleyr 25-15.

Hvíldin mundi koma væl við, tí áðrenn áskoðararnir høvdu fingið tíð at fáa nervar, hevði SÍ lagt seg framum ikki minni enn 10-2, og dysturin tóktist avgjørdur. Fleyr bardi seg tó upp á 8-11 og 10-13, men síðani fekk SÍ fýra dystarbóltar, tá støðan gjørdist 14-10. Fleyr yvirlivdi tann fyrsta, og so fór Hanna Iansdóttir at serva. Brátt var javnleikur 14-14, og síðani fekk Fleyr dystarbólt, og hann varð vunnin, tá smassjið hjá SÍ gjørdist ov langt .

Seinna FM finalan verður í dag kl. 16 í Høllini á Hálsi í Havn.

Vinnur Fleyr dystin, so er Fleyr føroyameistari. Vinnur SÍ hinvegin dystin, so verður føroyameistaraskapurin avgjørdur við einum “gullsetti”, sum gongur upp í 15.

Leygarkvøldið kl. 19 verður seinna mansfinalan millum Mjølnir og ÍF. Vinnur Mjølnir, so er Mjølnir føroyameistari, men vinnur ÍF, so verður føroyameistaraskapurin avgjørdur við einum “gullsetti”, sum gongur upp í 15.

Báðir dystirnir kunnu síggjast á Rás1 í Televarpinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2022

73 Leygardagur 02. apríl 2022

Dráttur tók bronsuna - KÍF tapti fyri TB í 5-settara

Føroya Tele-deildin, kvinnur: Dráttur – Fleyr 0-3, KÍF – TB 2-3

 
SkrivaÐ:

Innsent

Fyri nøkrum døgum síðani hevði KÍF, við óvæntaðum sigri á SÍ, lagt seg á bronsuplássið, og vann KÍF á TB leygardagin, so var bronsan tryggjað, um ikki Dráttur púra óvæntað fór at taka stig frá oddaliðnum Fleyr.

Tað var ikki sørt av spenningi í, tá Dráttur var á odda 15-11 ímóti Fleyr í fyrsta setti, men so kom sperðil í, og Dráttur vann bara trý stig afturat í settinum, sum Fleyr vann 25-18. Tey bæði næstu settini vann Fleyr trygt 25-18 og 25-19. Og so mundi bronsan vera rokin, hugsaðu vágakvinnur.

Men tá smartfonirnar vóru funnar fram, og stroymingin frá dystinum í Kollafirði komin á, sást, at KÍF hevði sítt at dragast við ímóti TB, sum var frammanfyri í triðja setti, og sum eisini hevði vunnið tað fyrsta 25-23, men tapt annað sett 25-19.

TB megnaði eisini at vinna triðja settið 25-22, men tapti fjórða so mikið sum 25-12.

Stóra roknistykkið um bronsuna
Nú gjørdist tørvur á roknimaskinum, og tær komu fram til, at um KÍF vann fimta settið, so vóru KÍF og Dráttur púra jøvn í stigum og eisini í settmuni, og so høvdu tað verið dystirnir teirra millum, sum avgjørdu, hvat lið var fremri.

Í tí roknskapinum hevði KÍF vunnið teir tveir dystir og Dráttur bert tann eina, sum so hevði merkt, at bronsan endaði í Kollafirði.

TB fekk framúr byrjan í javnbrótaranum og legði seg á odda 3-0, 7-3 og síðani 11-5. KÍF minkaði um munin til 8-11, men TB spenti í aftur og vann 15-10.

Tað eina stigið, KÍF fekk fyri 3-2 tapið, var akkurát ikki nóg mikið til at vinna bronsu, sum fór til Drátt, sum endaðu eitt stig frammanfyri KÍF.

Dráttur – Fleyr 0-3 (18-25, 18-25, 19-25)
KÍF – TB 2-3 (23-25, 25-19, 22-25, 25-12, 9-15)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2022

74 Leygardagur 02. apríl 2022

Annika V. Dalsgarð afturvald sum forkvinna

Róðrarsambandið hevði ársaðalfund farna vikuskiftið

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í gjár var árligi aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum.

– Feløgini vóru væl møtt til fundin, og tað gleðir okkum, at nevndin í sambandinum aftur er fullmannað, aftan á fleiri ár við ov fáum nevndarlimum at lyfta uppgávunum, sum krevjast til slík nevndarstørv, skrivar Róðrarsambandið í tíðindaskrivi.

Annika V. Dalsgarð var afturvald sum forkvinna. Elsa Magnussen, verandi næstforkvinna stóð ikki fyri vali, og heldur hon tískil fram í nevndini. Irena Nolsø valdi ikki at stilla uppaftur, men játtaði seg sum tiltakslim komandi skeiðið.

Nývaldir nevndarlimir eru Rógvi Kærbech, Jakup Joensen, Hugo Skorastein, og Petur Hansen.

Í dómsnevndina eru eisini tveir nývaldir limir fyri Hans David Hansen, og Steinfinn Mittlelstein, sum hava verið knýttir at Róðrarsambandinum í fleiri ár, og valdu ikki at stilla uppaftur.

Nýggir limir í dómsnevndini eru Jórun Høgnesen, og Sunnrid Traðará. Umframt tær báðar situr Óla Hendrik av Fløtum í dómsnevndini.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2022

75 Leygardagur 02. apríl 2022

Grand Prix meistarar í badminton 2021/22

Fimta og seinasta grand prix-kappingin varð hildin í Kambsdali

Grand Prix vinnararnir í U17 hjá dreingjum. Christian Berg Petersen vann gull, Bjarti Samson Vang silvur, og Asbjørn Heide Olsen vann bronsu
SkrivaÐ:

Innsent

Í fleiri aldursbólkum var spenningur til tað síðsta, tá fimta og seinasta Grand Prix kappingin í badminton bleiv avgreidd á Kambsdali herfyri. Sum kunnugt fáa luttakandi leikarar stig í mun til teirra úrslit í teimum fimm kappingunum, har tann fyrsta var longu í september í 2021 og tann seinasta nú í mars 2022. 

Miriam og Rúni ovast hjá teim vaksnu
Longu áðrenn síðstu Grand Prix kappingina var greitt, at Miriam í Grótinum og Rúni Øster, bæði úr HBF, fóru at gerast meistarar hjá teim vaksnu, tá tey høvdu vunnu so nógv stig fyrstu fýra kappingarnar.

Kappingin til síðst var sostatt um silvur og bronsu heiðursmerkini, har Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF vann silvur við at vinna gull í GP5, meðan Sanna Thorkildshøj (HBF) vann bronsu.

Hjá monnunum vann Fai Yin Wong (HBF) silvur beint framman fyri Magnus Dal Christiansen (HBF) á triðja plássinum.

Vaksin, kvinnur
1 HBF Miriam í Grótinum, 200 stig
2 KBF Bjarnhild í Buð Justinussen, 160 stig
3 HBF Sanna Torkildshøj, 130 stig

Vaksin, menn
1 HBF Rúni Øster, 170 stig
2 HBF Fai Yin Wong, 100 stig
3 HBF Magnus Dal Christiansen, 90 stig

Føroyameistarakappingin fyri vaksin verður í ár 12. til 14. mai, har stóri finaludagurin saman við judo og borðtennis verður leygardagin 14. ma. 

Ársins stjørnuskot í fjør vunnu í U17
Í U17 aldursbólkinum skaraðu tey bæði ungu stjørnuskotini frá í fjør framúr, tá bæði Ranja Joensen úr KBF og Christian Berg Petersen úr HBF lógu ovast á stigatalvuni eftir fimtu Grand Prix kappingina. Til gallaveitsluna í fjør valdi landsliðsvenjarin júst tey bæði út at fáa heiðurin sum ársins stjørnuskot hjá gentum og dreingjum.

Oddbjørg í Buð Justinussen (KBF) og Julianna í Heiðunum (HBF) fóru avstað við silvur og bronsu hjá U17 kvinnunum, og tað var sera tøtt kapping hjá ungu monnunum, har Bjarti Samson Vang (HBF) vann silvur og Asbjørn Heide Olsen (HBF) vann bronsu.

U17, gentur
1 KBF Ranja Joensen 200
2 KBF Oddbjørg í Buð Justinnussen 160
3 HBF Julianna í Heiðunum 120

U17, dreingir
1 HBF Christian Berg Petersen 190
2 HBF Bjarti Samson Vang 180
3 HBF Asbjørn Heide Olsen 130

Endaligu úrslitini av Grand Prix kappingini í yngru aldursbólkunum eru víst niðanfyri.

U-11 Gentur
1 KBF Heidi Jacobsen
2 KBF Gunhild Arge
3 HBF Mirjam Holm

U-11 Dreingir
1 HBF Baldur Poulason
2 HBF Hákun Torkildshøj
3 HBF Boas Rasmussen

U-13 gentur
1 HBF Sarita kvilt
2 HBF Hansina Eysturstún Mouritsen
3 KBF Rannvá Ryan

 U-13 Dreingir
1 HBF Beinir Weihe
2 KBF Tóki Næs
3 KBF Jónas Festurstein

 U-15 gentur
1 KBF Osla Johannasen
2 HBF Inga Guðrin Samuelsen
3 HBF Naomi Rajani Færø

 U-15 Dreingir
1 HBF Markus Bjarnason
2 HBF Tóki Yngvason
3 HBF Kristoffur Samuelsen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2022

76 Leygardagur 02. apríl 2022

Havnarmenn vunnu

Leygardagin var finaludystur um føroyameistaraheitið í talvi

Havnar Telvingarfelag - føroyameistarar 2022. Annfinn Brekkstein handaði steyp og heiðursmerki vegna Tórshavnar býráð. F.v.: Carl Eli Samuelsen, Helgi Dam Ziska, Luitjen Akselsson Apol, Olaf Berg, Hjalti Toftum Jógvanson og Sjúrður Thorsteinsson
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Finaludysturin leygardagin um føroyameistaraheitið í talvi millum Havnina og Sandavág gjørdist ein sannur gýsari. Spenningurin var elektriskur til síðsta leik í dystinum. Vágamenn máttu vinna dystin, skuldu teir endurvinna FM-heitið, havnarmenn stóðu seg við javnleiki.

Til endans skuldi alt avgerast í talvinum á 1. borði millum Rógva Egilstoft og stórmeistaran Helga Dam Ziska.

Støðan var tá 2-1 til Sandavág. Tað gjálvaði og breyt í bæði borð á toppborðinum. Tíðin var knøpp, og torført var hjá telvarunum at finna røttu leikirnar í eldfima endatalvinum. Báðir snávaðu. Leingi var líkt til, at Helgi fór av vinna, men so var hann óneyvur, Rógvi hevði nú javnleikin - og FM-sigurin í hendi - men tá dugdi hann ikki at finna besta leikin í sperdari støðu, og nú var stórmeistarin eirindaleysur.

Rógvi mátti nipin og vónsvikin leggja kongin eftir rættiligt maratontalv - hansara fyrsti ósigur í vetur. Helgi vann, og tryggjaði Havnini føroyameistaraheitið í sonnum rokdysti, sum fekk algoystar áskoðarar at standa sum á glóðum og forvitnast.

John Arni og Høgni
Sandavágsmenn fóru all in eftir sigrinum. Teir høvdu styrkt seg við altjóða meistaranum John Arna Nilssen, sum í fjør kom á liðið hjá vágamonnum, men ikki fyrr enn í gjár sást sterki útisetin í dysti fyri Sandavágs Talvfelag. Hetta man vera fyrsta talvið hjá John Arna í føroysku landskappingini í meira enn tjúgu ár.

47 ára gamli skopuningurin, sum í 2006 var fyrsti innborni føroyingur, ið tryggjaði sær heitið sum altjóða meistari, var í nøkur ár sterkasti telvari í Føroyum, og røkti 1. borð á landsliðnum á nøkrum olympiadum. 18 ára gamal flutti hann til Danmarkar at búgva í 1992. Tá hevði hann telvað eitt ár á 1. liði hjá Havnini, og hann var viðhvørt heima aftur, tá Havnar Telvingarfelag hevði boð eftir honum til avgerandi dystir miðskeiðis í 90-unum. Og leygardagin mundi hann koppa sínum gamla felag.

John Arni var ógvuliga sannførandi á triðja borði móti Carl Eli Samuelsen, sum fekk sviðan at kenna. Tað kendist, sum vant John Arni úr sínum mótstøðumanni. Sama tóktist føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen á øðrum borði at gera. Hóast Olaf Berg royndi at spjálka sum frægast, tóktist hann máttleysur í hondunum á Høgna, sum hevur verið fullkomiliga suverenur í vetur. Høgni vann øll tíggju talvini í ár. Tað er næstan óhoyrt.

Kanska einasta fordømi er Súni Ziska, sum útinti sama bragd á 2. borði hjá Havnar Telvingarfelag veturin 1982/83. Skarvslopið, hann tá gjørdi, bar í sær, at hann endaði á 1. borði hjá Føroyum í fyrstu 8-landakappingini á heysti 1983. Og tá gjørdi Ziskamaðurin - pápabeiggi stórmeistaran Helga - ikki mætari enn at syfta Simen Agdestein á 1. borði í landsdysti móti Noregi í Oslo í minniligum og flottum talvi.

Annars er at siga, at Høgni vann eisini øll síni talv í meistarabólkinum, tá ið hann blaðungur vann fyrsta FM-heitið í 2014.

Stórmeistarin og lærlingurin
Teir, ið tryggjaðu Havnini FM-heitið í gjár, vóru telvararnir á ávikavist 1.-, og 4. borði.

15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol legði veteranin Torkil Nielsen niður í lívligari glíming millum yngsta og elsta telvaran í dystinum. Torkil sýntist at koma væl frá byrjanini, men so leyp hann rætt og slætt framav, og eftir tað var unglingin náðileysur við hann. Sigurin mundi kennast Luitjeni søtur, tí í fjør tapti hann fyri Torkili í avgerandi finaludystinum á Giljanesi, tá vágamenn vunnu.

Holla upplæringin hjá stórmeistaranum Helga Dam Ziska munar nú, tí yngsti maðurin á havnarliðnum hevur havt eitt fínt kappingarár í vetur.

Annars er at siga, at Martin Poulsen var ikki tøkur hjá havnarmonnum, men tað gekk kortini - stórmeistarin og lærlingurin ornaðu paragraffirnar!

Vestmenningar fullu
Sum væntandi var, rakk tað ikki hjá vestmenningum í ár. Teir noyðast tí aftur tungu gongdina úr bestu deildini.

Klaksvíkingar endaðu nummar trý, men tað var um reppið, at teir gjørdust ov stuttir. Eitt viknað klaksvíkslið - eingin Frændur við borðið hesaferð - tapti fyri B-liði havnarmanna, men við betri dystarskoru høvdu teir munin í sínamillum kappingini um triðja plássið.

Søga var annars skrivað, tá ið Herborg Hansen úr Klaksvíkar Talvfelag sum fyrsta kvinna nakrantíð sást á liði í bestu føroysku deildini. Hon var í 2008 fyrsta genta, ið vann unglingameistaraheitið í talvi. Tvey ár seinni vann onnur genta, Sára Traber Olsen, úr Havnar Telvingarfelag sama FM-heitið í unglingadeildini.

Seinasta umfar - 1. deild

[object Object]

1. deild - endaliga støðan

[object Object]

Úrtøkan hjá toppliðunum
Oddaliðini HT og ST vóru í flokki fyri seg í fremstu deildini í ár. Besta dømið um tað man vera, at allir á hesum liðum høvdu positiva skoru.

Báðir fremstu føroysku telvararnir, Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen - sum kortini situr á 2. borði hjá ST - skaraðu framúr í vetur.

Havnar Telvingarfelag
1. Helgi Dam Ziska 8½/9
2. Martin Poulsen 3/3
3. Olaf Berg 5/7
4. Carl Eli N. Samuelsen 5/9
5. Sjúrður Thorsteinsson 2/3
6. Luitjen Akselsson Apol 6/8
7. Hjalti Toftum Jógvanson 1/1

Sandavágs Talvfelag
1. Rógvi Egilstoft 7/10
2. Høgni Egilstoft Nielsen 10/10
3. John Arni Nilssen 1/1
4. Silas Eyðsteinsson 5½/9
5. Torkil Nielsen 6/10

25 FM-sigrar
Sigurin leygardagin var nummar 25 í røðini hjá elsta talvfelagnum í landinum, sum í apríl komandi ár fyllir 100. Seinnu árini hevur kortini gingið javnt á millum havnarmenn og vágamenn.

Klaksvík vann í 2010, men síðani hevur kappingin staðið millum Sandavág og Havnina. Klaksvíkar Talvfelag hevur ikki av álvara fótað sær aftur eftir at Heini Olsen doyði so syrgiliga í 2010, bara 40 ára gamal - stutt eftir at hann sum undangongumaður hevði vunnið klaksvíkingum FM-sigurin í 1. deild.

Her er FM-røðin í fremstu deildini í landskappingini eftir aldamótið.

2000 HT
2001 HT
2002 VT
2003 HT
2004 KTF
2005 HT
2006 VT
2007 KTF
2008 VT
2009 HT
2010 KTF
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST
2022 HT


FM 1971-2022
HT 25 (Havnar Telvingarfelag)
KTF 8 (Klaksvíkar Talvfelag)
ST 7 (Sandavágs Talvfelag)
VT 6 (Vestmanna Talvfelag)
KT 4 (Kollafjarðar Talvfelag)
TT 1 (Tofta Talvfelag)
TFS 1 (Talvfelagið Streymur)

Kollfirðingar upp, sundalagsmenn niður
Kollfirðingar, sum fluttu úr bestu deildini í fjør, togaðu seg nú upp aftur. Mestu kappingina høvdu teir við klaksvíkingar, sum tó kortini ikki kundu flyta upp, tí teir hava frammanundan tvey lið í bestu deildini.

Sundalagsmenn í Róki, sum hevur heimstað á Oyri, og er mannað um alt Sundalagið, var ikki ment at halda sær uppi í deildini.

2. deild (10. umfar)
Kollafjørður B. - Sandavágur 3-1
Klaksvík - Havnin 4-0
Kollafjørður - Rókur 3½-½

2. deild - endaliga støðan
1. Kollafjørður29
2. Klaksvík 28½
3. Sandavágur 21½
4. Havnin 17½
5. Kollafjørður B 13
6. Rókur 10½

Toftamenn ov stuttir
Tað var tann tíð, at toftamenn vóru í fremstu røð í føroyskari telving. Árini kring 1980 góvu teir havnarmonnum skarpan gang. Tá mannaðu Jens Chr. Hansen, Helgi Joensen, Wenzil Højgaard og Jústines Hansen liðið.

Av teimum er fleirfaldi føroyameistarin Jens Christian Hansen hin einasti, sum eftir er. Hinir tríggir eru allir deyðir við stuttum millumbili seinasta árið ella so. Í 1987 vunnu toftamenn FM. Tá høvdu teir fingið strandingin Boga Ziska, sum var føroyameistari tað árið, aftrat sær. Og í gjár sóust tveir fyrrverandi føroyameistarar á toftaliðnum - Jens Christian og Bogi.

Toftamenn og teir í Runavíkini (Kongshavn) vóru í harðari kapping um uppflyting í 2. deild, men havnarmenn snýttu teir á málstrikuni.

3. deild (10. umfar)
Kongshavn - Toftir 1-3
Kollafjørður - Sandavágur 1½-2½
Vestmanna - Havnin 1-3

3. deild - endaliga støðan
1. Havnin 24½
2. Toftir 23½
3. Kongshavn 22
4. Sandavágur 18½
5. Kollafjørður 17½
6. Vestmanna 14

Breiddin sigraði
Sandavágs Talvfelag er felagið, sum hevur flestar skrásettar telvarar í Føroyum. Í hvussu er sambært styrkilistunum, sum feløgini sendu Talvsambandinum í fjør heyst. Og henda breiddin sæst aftur við sigri í 4. deild, sum er nýggj deild í landskappingini.

Á liðnum hjá sandavágsmonnum finna vit m.a. veteranin Gutta Petersen, sum nú er 83 ár. Hann var maðurin, sum rættiliga setti skorður undir talvfelagið í Sandavági (stovnað 1969), og sum nú er vorðið eitt av landsins fremstu feløgum.

4. deild (9. umfar)
Sandavágur - Havnin 1-3
Toftir - Klaksvík 1-3
Klaksvík B - Rókur 3-1

4. deild - endaliga støðan
1. Sandavágur 21½
2. Havnin 21
3. Klaksvík 19
4. Gøta 18
5. Klaksvík B 17½
6. Kongshavn 14
7. Rókur 13
8. Toftir 10½
9. Rókur B 9½

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2022

77
Leygardagur 02. apríl 2022

- Latið matstovuvinnuna umsita Føroyabanka

- Við kreativari nýhuxan kann so nógv meira fáast burtur úr Føroyabanka, vinnuni, granskingini, ferðamannavinnuni og øllum Føroyum at frama

 
SkrivaÐ:

Meining / Johan Mortensen

Seinasta vikuskifti fingu fólk enn einaferð høvið at njóta heimsins besta tosk og hýsu á Barbara Fish House av veiðuni sum Jákup Sverri fekk á Føroyabanka.

Chefkokkurin á Barbaru er úr Mexico, ein sera dugnaligur kokkur sum gav eitt mexicanskt “touch” til teir vælsmakkandi rættirnar, og tað var fullt hús bæði kvøldini tá Føroya Banki var á skránni. Tað er hugaligt at tað er stórur almennur áhugi fyri Føroyabanka og teimum gastronomisku gimsteinum har finnast, eisini útlendingar sýna honum stóran ans og ein Føroyabanka festivalur á heysti vildi havt stóran altjóða áhuga við nógvum gestum. 

Greinin sum Regin Winther Olsen skrivaði um Føroyabanka í The Guardian í fjør hevði fleiri hundrað túsund lesarar, og gav nógv feed back. Føroyabanki kann draga fleiri Michelin stjørnur hendavegin.

Føroyabanki og fiskameingið har úti er okkara “jurassic park”, størsti toskurin hesaferð vá 26 kg!

Uppá allar mátar er Føroyabanki eitt sera áhugavert øki, og har er nógv hjá fiskifrøðingum og okkara granskarum at arbeiða við. Ígjøgnum Bankarennuni fara hvørt sekund 2 millionir kubikmetrar av sjógvi, tað sama sum tann dupulta nøgdin av øllum heimsins áum, allur hesin streymur ger at Føroyabanki hevur sína egnu vistfrøðiliga skipan. Toskurin har fær eina meðalvekt uppá 12 kg uppá 4 ár – hetta er heimsins hægsti vøkstur fyri tosk! Føroyabanki eigur at koma á Unesco World Heritage skránna.

Føroyar liva av fiski og vit mugu fiska skal okkara samfelag liva. Men, men! Tað er ikki rætt at lata Føroyabanka upp aftur í so stórum mun sum Fiskimálaráðharrin viðmælir, stovnarnir er ikki komnir fyri seg enn.

Vit hava eina sera dugnaliga og professionella Havstovu, og tað er hugstoytandi at politiski myndugleikin ikki fylgir teirra tilmæli um avmarkaðar dagar á Føroyabanka og at sýna varsemi, tað er so skjótt at bankin verður oyddur aftur og sum vit hava sæð áður.

Onki hoyrist frá Fiskimálaráðnum um krøv fyri at sleppa á Bankan, onki orð um marketing ella góðskukrøv og kanska eitt gjald uppa kr 30,- per kg fyri yvirhøvur at sleppa at fiska har.

[object Object]Johan Mortensen


Rættast er at matstovuvinnan, Visit Faroes, Havstovan, og tey virkir sum virka saltfisk sleppa at umsita Føroyabanka og at ávís friðing, góð stovnsrøkt og avmarkað veiða verða galdandi, so er Bankin í góðum hondum.

FAROE BANK BACALAO og FAROE BANK HADDOCK, hesi vóru einaferð Føroya bestu brands, latum okkum fáa lív í hesi aftur, tey eru gull verd.

Fyri tey skip, sum sleppa á Bankan, har skal tað verða eitt krav, at skipari og manning skulu á eitt gastronomiskt grundskeið áðrenn Banka loyvið verður givið.

Við kreativari nýhuxan kann so nógv meira fáast burtur úr Føroyabanka, vinnuni, granskingini, ferðamannavinnuni og øllum Føroyum at frama. Føroyabanki er ogn allra føroyinga og hann skal verjast.

Johan Mortensen



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2022

78 Leygardagur 02. apríl 2022

Minningarorð um Súsonnu Danielsen

Súsanna Danielsen, fyrrverandi løgtingsstjóri, andaðist 8. februar, 69 ára gomul

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður

Týsdagin, 8. februar, andaðist Súsanna Danielsen, fyrrverandi løgtingsstjóri, 69 ára gomul.

Súsanna Danielsen var fødd á Velbastað 16. mai 1952. Hon var dóttir Helenu Mariu (Helle) f. Jakobsen úr Havn og Dánjal Paula Danielsen av Velbastað.

Súsanna vaks upp í einum mentaðum umhvørvi á bóndagarðinum í Búðini úti á Heyggi á Velbastað og var borin til garðin. Mamman var systir tann navnframa Jørgen Frants Jakobsen, og pápin, Dánjal Pauli var, umframt at vera bóndi, aktivur á so mongum økjum. Vit minnast hann sum landsstýrismann 1975-1981 og frá arbeiðinum fyri Norðurlandahúsinum og eisini sum formann bæði í Jarðarráðnum og í SEV í mong ár.

Eftir barnaskúlan á Velbastað fór Súsanna 14 ára gomul í Hoydalar, har hon fyrst gekk trý ár í realskúla og síðan trý ár á studentaskúla. 

Síðani fór hon til Danmarkar at lesa jura á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og eftir loknan lestur flutti hon heim aftur til Føroya á sumri í 1980.

Súsanna fekk beinanvegin starv í Landsstýrinum og var fulltrúi har 1980-81 og 1985-87. Frá 1981 til 1985 starvaðist hon sum fulltrúi á Landsskúlafyrisitingini. Í 1987 varð Súsanna sett sum deildarleiðari á lønardeildini í Landsstýrinum og røkti hetta starv, til hon tók við sum skrivstovustjóri í Løgtinginum 1. okt. 1996.

Súsanna Danielsen røkti starvið sum stjóri Løgtingsins til 31. okt. 2014, t.v.s. í heili 18 ár.

Tað var ein sera lítil umsiting, ið Løgtingið hevði, tá ið Súsanna bleiv stjóri, og hølisviðurskiftini á Gamla Apoteki vóru vánalig. Og tað var undir hennara leiðslu, at løgtingsumsitingin fyrst leigaði seg inn á gomlu Dimmalætting, og Løgtingið síðani fór undir ta stóru umbyggingina um aldarskiftið, tá ið samanbygt varð ímillum løgtingshúsini og telefonverksbygningin, sum Løgtingið yvirtók og umbygdi til umsiting, nevndar- og flokshøli og kantinu.

At vera stjóri í Løgtinginum er eitt sera ábyrgdarfylt og týðandi starv. Stjórin er ráðgevi løgtingsformansins í øllum løgfrøðiligum og øðrum spurningum, er dagligur leiðari í umsiting Løgtingsins og hevur ábyrgdina av, at øll tingmál eru løgfrøðiliga og málsliga røtt – umframt so mangt annað.

Súsanna Danielsen røkti sína uppgávu samvitskufult og væl. Vit kunnu siga, at hon bygdi løgtingsskrivstovuna upp næstan frá botni av til eina væl virkandi eind, sum virðing hevur staðið rundanum.

At vera stjóri í einum parlamenti er ein heilt serlig uppgáva, og Løgtingið er einki undantak. Tað krevur sanniliga sítt at skula taka sær av 33 ”sjálvsøknum” tingmonnum og ganga teimum til handa. Men tað megnaði Súsanna sera væl. Hon var sterk og pakkaði einki inn, segði tingini beint fram, og hon var fakliga ruddilig, rættvís og loyal.

Sum løgtingsformaður má eg siga, at Súsanna var sera góð at samstarva við. Eg havi nógv at takka henni fyri, og eg hugsi mangan um, hvussu væl hon dugdi at skera ígjøgnum í pressaðum støðum.

Tey átjan árini, hon var stjóri í Løgtinginum arbeiddi hon saman við 5 løgtingsformonnum, Jógvan Ingvard Olsen, Finnboga Ísakson, sála, Edmund Joensen, Hergeir Nielsen og undirritaða.

Súsanna er nú farin – eftir okkara meti alt ov tíðliga. Vit drýpa høvur og syrgja saman við dóttrini, Amaliu, og øllum hennara kæru – Harrin troysti tykkum øll.

Friður veri við minninum um Súsonnu Danielsen, fyrrverandi stjóra Løgtingsins.

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2022

79 Leygardagur 02. apríl 2022

Tikin úr leikum

Jóhannes Arna Joensen til minnis

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Tórbjørn Jacobsen

Í sekstiárunum í farnu øld fór Tórshavnar Skipasmiðja undir at smíða eitt farmaskip, byggino. 12, sum eitt felag á Glyvrum hevði kontraherað. Pápi mín var stigtakari, ein av eigarunum og hann skuldi føra hendan nýbygningin, sum var ein ovurstór verkætlan fyri eigararnar og ikki minst fyri eina lutfalsliga lítla skipasmiðju. Úrslitið vignaðist kortini. Væl. Í august mánaða í 1968 var skipsdópur, og í skírnini fekk skipið navnið “Norðvíkingur”. Um hetta mundið gera pápi mín og Jens Petur Arge, annar av stjórunum í Skipafelagnum Føroyar, sáttmála um, at skipið skal setast í sigling á klassisku farleiðini hjá Skipafelagnum – millum Føroyar og Skandinaviu - við onkrum avstingara til DDR við sildatunnum. Teir sigldu í nøkur ár rutuna saman við Bliki, har ið hin kendi vestmenningurin Árni Dam var skipari.

Nakað av manningini var sett, men dekkið var ikki mannað. Hetta var tíðin, eftir at Skipafelagið hevði selt “Tjaldur” til Kili, og ístaðin hevði ognað sær gamla damparan “Astreu”, - smíðað í Finnlandi í 1941. Skipið varð skrásett í Panama, og tað gekk yvirhøvur illa í hond við rakstrinum. Pápi mín spurdi Jens Petur, um hann átti tveir góðar menn at lata sær, tað var umráðandi at teir vóru úrmælingar, og hann vísti á hin 28 ára gamla Jóhannes Arna Joensen og hin 15 ára gamla Brynjálv Jensen úr Sumba, og komnir av “Astreu/Tjaldur” mynstraðu teir umborð hin 24. oktober 1968, táið skipið var sjóklárt at fara av Havnini á fyrsta sinni. Hetta var stríggin sigling. Hetta var tíðin, tá siglt var bay av bay í Føroyum, og so hvørt sum farmurin kvinkaði uppeftir, vaks dekslastin og umframt alt vanligt arbeiði á dekkinum ráddi um at tryggja farmin, tá hesar havleiðir kunnu vera ágangandi - serliga á vetrartíð. Skiparin tók seinri mangan til, hvussu heppin hann hevði verið, at júst hesir báðir mannaðu dekk hansara frá byrjan, sum ávikavíst matrósur og deksdrongur. Tiknir úr leikum. Ágrýtnir, sterkir og úthaldnir – teir spardu seg ikki, og koyggjan var ikki fyrsta raðfestingin.

[object Object]Norðvíkingur

Um dagarnar frætti eg, at foldarlívið av álvara var farið at styttast hjá Jóhannesi Arne, og hósdagin, í vikuni sum fór, komu tey tungu boðini um lívlátið og í dag verður hann borin út til gravarmúlan úr Adventistaskirkjuni. Hann kom inn í heimin á Viðareiði hin 16. juli í 1940 og var 81 ára gamal, nú hann legði árarnar inn fyri seinasu ferð í foldarlívinum. Sum vit lesa í Sálmunum: “Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað.”

Hann var uppkallaður eftir abbanum Jóannesi í Innistovu á Viðareiði. Jóannes lat trímastraðu skonnartina “Sjey Systkin” smíða í Nykøbing Mors í 1931. Millum manna varð hon rópt “Adventistaskonnartin”. Seinri var hon seld til Vágs, og fekk navnið “Polarbjørnin”. Á sumri í 1942 var hon søkt av týskum flogfari 180 fjórðingar vestur úr Føroyum. Henry, pápi Jóhannes Arna, førdi “Sjey Systkin” og skipini “Galatheu”, “Verdandi” og “Gulldrang”. Mamman var úr Sumba, av Jensen slagnum, og eftir at hava búð í Tórshavn eitt skifti, fluttu tey niður til Danmarkar at búgva. Dastið av uppvøkstrinum helt Jóhannes Arne til í høvuðsstaðnum, kendi Havnina og havnardreingir og spældi bólt við B36, seinri búsettist hann eisini á flatlondum, har hann giftist og fekk tvíburðarnar Jan og Kim. Tey seinru nógvu árini hevur hann aftur verið ein býarmynd í Havnini – onkursvegna hóskaði hann betri til lívið í oyggjunum heldur enn á flatlondum.

Okkara vegir gingu saman í tí margháttliga árinum 1968 – tá var eg 12-13 ára gamal. Var ein fríløta í skúlanum, lá leiðin umborð, og har kom eg undir veingjabreiði hansara, sum var fulltikin í øllum brigdum og brøgdum umborð á skipi. Hann dugdi alt, og onkursvegna kendist tað sum var lívið sum matrósur eitt kall fyri hann. Sum Magnus Dam Jacobsen tekur til um Ulf Larsen, - evnini vóru at síggja tættirnar í sjálvum sær – sjálvur at flætta sær togendar og spleisingar. Hann hevði verið til fiskiskap og í nógv ár var hann ein av álitismonnunum á dekkinum umborð á Tjaldrinum, sum var selt til Kili. Ein betri lærumeistara kundi ein ungur drongur neyvan fingið – og kann eg yvirhøvur brúkast til nakað, so er hann ein av teimum, sum hevur verið mær dyggastur í kálvføðingini. Tað vóru júst 10 ár ímillum pápa mín og Jóhannes Arna, og teir sigldu saman – við ymsum skipum - heilt fram til tann dagin hin eldri legðist partvíst uppi, eftir at hava keypt sítt egna virki, Runavíkar Frostgoymslu, á bryggjuni í Heiðunum. Eftir tað var eg so heppin, at hann helt fram undir mínari leiðslu, og tað var ongantíð ein trupulleiki, at maðurin, sum hevði havt ræði á mær sum tannáringur, nú skuldi gerast mín álitismaður á dekkinum. Hann kendi sína plasering – sína ódn - og var tilvitaður um neyðuga agan, ið skal til, um ein skipsmanning skal virka optimalt líkamikið hvussu víkur og vendir.

Maðurin, sum í dag verður borin út úr Adventistakirkjuni, var ein harður hálsur, onki beit á honum. Onkuntíð hildu vit í skemti fyri, at hann hevði kópahúð. Árini í grønlandssiglingini, í nógvum kulda og kavaroki, gjørdu honum ikki mun. Í ringum sýni gingu vit onkuntíð vakt frammi í gron og snoddaðu eftir vandum, ísflakum og fjøllum, snýstu rakdroparnar út í myrku, slavnu og køldu náttina, brúgvin var lá, og radararnir ikki av sama kalibri sum nú á døgum. Tá gekk svenska snúseskjan títt fyri at fløva andaleiðirnar. Tað er í strævnum løtum og andróðri at evnini í einum manni verða avdúkað, sum bretar plaga taka til – in a calm sea every man is a pilot – og sannast má, at Jóhannes Arne var ein fulltikin álitismaður á skipsdekki.

Onki lív er so væl programmerað, at hóttafall ikki kann koma á. Einaferð lógu teir í Boston í Massachusetts og skipaðu flak upp frá føroyskum flakavirkjum. Stórur munur er á flóð og fjøru um hesar leiðir, og tann eina dagin var hann so áhælsin, at hann fór niður ímillum skip og bryggju og varð lívshættisliga skaddur. Kroppurin skrædnaði frá miðjuni upp ímóti bringuni. Á einum sera framkomnum sjúkrahúsi í býnum var onki lívstekin at hóma í fleiri sólarringar, dystin lærdu læknarnir høvdu mist vónina, men brádliga kom lív so smátt í skíggjarnar, grafarnir lyftu seg spakuliga upp frá X-aksanum, og hann vendi spakuliga aftur til lívið. Tað tók honum nakrar mánaðir at koma fyri seg aftur – men hendingin forðaði ikki fyri at hann vendi aftur til gerningin sum matrósur, táið ein tíð var fráliðin.

Nú eru bara tey góðu minnini eftir. Løturnar, - táið tú lærdi meg at knýta knútar, at flætta togendar, at fáa ein bátsmansstól at hanga og at spleisa wire. Vísti mær á Jens Kusk Jensen sum góðan vegvísara, tá onkur fríløta var í heinta. Og tær løttu løturnar við bryggju, tá friður onkuntíð valdaði, og tað eina høgliga løtu bar til at fáa sær ein ráka upp í nevið. Heldur ikki tað forðaði fyri, at tørna varð til, tá tann tíðin var komin. Svøvnurin var ikki altíð so nógvur, sum abbi mín plagdi taka til, hann kann goymast til ellina, táið so lítið annað av skilagóðum er at taka sær fyri.

Taki neyvan munnin ov fullan, tá eg staðfesti, vegna allar tínar skipsfelagar gjøgnum árini, at ein veruligur álitismaður á sjógvi er farin um sýnina heim í tær himnesku tjaldbúðir. Ein maður sum royndist, sum ongantíð sveik, heldur ikki táið mest stóð á, og tað onkuntíð stóð um neppingina á markinum millum lív og deyða.

Vegna mammu, systkin míni og fjølskylduna alla, takki eg tær fyri drúgvan og hollan vinskap, við ynskinum um, at hin Almáttugi gevur tær eina uppiborna blíða viðferð, nú tíðin hesumegin var runnin. Tikin úr leikum var tú – hvíl nú í friði.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2022

80 Leygardagur 02. apríl 2022

Konfirmantar í Kirkjubøar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión verður í Kirkjubøar kirkju 3. apríl kl. 11 við Derhardi Jógvanssyni.

Konfirmantarnir eru hesir:

Gestur Gærdbo Arge, Norðuri á Heyggi 22, Velbastaður. Dagurin verður hildin á Gerðisbreyt 8 frá klokkan 17.

Nils Brimnes, Gerðisbreyt 14, Velbastaður. Dagurin verður hildin heima frá klokkan 17.

Rókur Patursson, Heima á Garði 1, Kirkjubøur. Dagurin verður hildin heima frá klokkan 17.

Saranja Berg, Ervavegur 18, Velbastaður. Dagurin verður hildin heima frá klokkan 16.

Silvia Dahl Samuelsen, Ervavegur 12, Velbastaður. Dagurin verður hildin heima frá klokkan 16.

Tóri Djurhuus, Gerðisbreyt 32, Velbastaður. Dagurin verður hildin í hølinum hjá Føroya ríðingarfelag frá klokkan 17.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2022

81 Leygardagur 02. apríl 2022

Konfirmantar í Vesturkirkjuni sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Aimelia Kristianna Psathas, Landavegur 27, Tórshavn. Dagurin hildin á Landavegnum 50 frá kl. 17.00.

Aleksandur Lauritsen, Hagagøta 16, Argir. Dagurin hildin í Kafé Umami, undir Bryggubakka 19, frá kl. 16.00.

Angela Róadóttir, Heygskrókur 7, Tórshavn. Dagurin verður hildin fyri innbodnum.

Bjørk Karbech í Hjøllum, Undir Gráasteini 70a, Tórshavn. Dagurin hildin á Formula, Óðinshædd 2, frá kl. 17.00.

Sunnudagin verða hesir konfarmantarnir konfirmeraðir í Vesturkirkjuni í Havn. Prestur er Bergur D Joensen.

Dánial Vijay Poulsen, Vesturgøta 6. Dagurin hildin í KFUK, Varðagøta 9, frá kl. 16.

Dánjal Petursson, Heygsgerði 17c. Dagurin hildin heima frá kl. 17.

Fríða Briansdóttir Gjógvará, Eiriksgøta 16. Dagurin hildin í hølunum hjá Havnar Arbeiðarafelag, Tinghúsvegur 7, frá kl. 16.

Gunnrið Emma  Mikkelsen, Heygsvegur 1. Dagurin hildin í Broncks í Jónas Broncks gøtu 17 frá kl. 15.

Jarand Andre Dulavík, Rossagøta 3 D, Argir. Dagurin hildin heima frá kl. 17.30.

Maiken Janusardóttir, undir Gráasteini 7 A,. Dagurin hildin heima frá kl. 17.

Olivur Koba, J. Paturssonargøta 86,. Dagurin hildin í matstovuni Karet í Dr. Jakobsens gøtu 14 frá kl. 17.

Rasmus Emil Poulsen, á Frælsium 14. Dagurin hildin á Frælsinum 14 frá kl. 15.

Robert Mc. Birnie undir Leitinum, Rygsgøta 12, Argir. Dagurin hildin heima frá kl. 18.

Rói Jacobsen, Fjalstún 1. Dagurin hildin heima frá kl. 15.

Sesilia Yang Trier Simonsen, Á Túgvu 10. Dagurin hildin í Føroya Arbeiðarafelag, Tjarnadeild 9, frá kl. 15.

Tóki Poulsen, Dánjalstrøð 13. Dagurin hildin á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin frá kl. 15.

Vár Leo Mortansdóttir Bóndaheygur 20. Dagurin hildin í IOOF-hølunum, Grønlandsvegur 56, frá kl. 17.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2022

82 Leygardagur 02. apríl 2022

Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Hesi verða konfirmerað í Hoyvíkar kirkju komandi sunnudag, boðanardag Mariu kl. 11.

Prestur er Bergtórur Hjelm Bjarkhamar

Anna Jákupsdóttir á Borg, Viljormsgøta 2. Opið hús frá kl. 17. 

Bára Mohr Vatnhamar, Gortrugøta 17. Opið hús frá kl. 17. 

Bjørk Thorvaldsdóttir Petersen, Við Myllutjørn 16. Opið hús frá kl. 16.

Brá Bárðardóttir Háskor, Gillagøta 12. Opið hús frá kl. 17. 

Brá Bjarnadóttir Jørgensen, Millum Gilja 169.

Brynhild Sandoy Birnudóttir, Karlamagnusarbreyt 16 M. Dagurin verður hildin í R.C. Effersøesgøtu 17, Tórshavn. Opið hús frá kl. 15.

Durita Poulsen, Smærugøta 31. Opið hús frá kl. 16.

Elva Høgnadóttir Hammer. Opið hús verður frá kl. 15 í AB-húsinum, Reynsgøta 2A, Argir.

Emilia Jensdóttir Joensen, Viljormsgøta 1. Dagurin verður hildin á Hotel Føroyum í Ruts matstovu frá kl 16. 

Nichala Dalheim Dalsgaard, Pætursgøta 1. Dagurin verður hildin í Nicolai Mohrsgøtu 9, Hoyvík. Nátturði frá kl. 17.

Ronja Noomi Kristina Guttesen Johansen, Hamarsgøta 30, Tórshavn.

Sedea Nolsøe, Millum Gilja 27. Dagurin verður hildin í Havnar Handverkarafelag, Stoffalág 60, Tórshavn, frá klokkan 15.

Silrið Rógvadóttir Róin, Millum Gilja 63. Dagurin verður hildin í Áarstovu frá kl. 17. 

Birni Poulsen, Kristiansgøta 10. Dagurin verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum. frá kl. 15.

Brian Lindenskov Samuelsen, Guttormsgøta 30. Opið hús frá kl. 17.

Djóni Sivertsen, Pætursgøta 11. Opið hús í hølunum hjá Januar, Óðinshædd 13, Tórshavn frá kl. 17.

Gunnar Vang Niclasen, Ísaksgøta 10. Dagurin verður hildin Millum Gilja 155. Opið hús eftir kl. 16.

Hjørtur Estifanos Guðrunarson Niclasen, Guttormsgøta 32. Opið hús frá kl. 17.

Jónas Brøðraberg, Jørundargøta 56. Dagurin verður hildin í kantinuni í Hoyvíkshøllini frá kl. 16.

Niels Hvitved Grand, Við Myllutjørn 55.

Nikael Høgnason Dam, Birnugøta 4, Tórshavn. Dagurin verður hildin í Kirkjukjallaranum í Hoyvík frá kl. 16. 

Sigmundur Pálsson, Marinargøta 19. Dagurin verður hildin 22.mai í Skúlanum á Fløtum frá kl 15.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2022