Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 09. apríl 2022 | Nr. 15 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Ferð komin á rakettstøðina á Lamba Ness

SíÐa 2

1 Leygardagur 09. apríl 2022

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Smáligheit út um alt mark

Tað nívir og sker í hjartað at hoyra frásøgnirnar frá mammum og øðrum avvarðandi at fólki við serligum tørvi, sum standa til at verða hart rakt, nú Almannamálaráðið hevur boðað frá, at neyðug sparing á almannaøkinum skal ganga út yvir tilboðini um umlætting.

Kanska er tað tí, at júst umlætting er tað lættasta økið at finna nakrar spardar krónur í eini handavending.

Men onkursvegna er tað púra burtur úr vón og viti at finna spardu krónurnar á júst hesum øki. Tað ber jú ikki til at lata stovnar aftur, sum longu hava borgarar við serligum tørvi fast búgvandi. Tá er tað so nógv lættari at lata tað ganga út yvir tilboðini um umlætting, tí tá verða andlit ikki beinleiðis sett á tey, sum skulu offrast

Í staðin velur mann at lata tað ganga út yvir tey fólk, sum taka eina ómenniskjaliga stóra ábyrgd á seg, nevniliga tey, ið hava bjóðað seg til, ella kanska eru noydd til, at hava eitt elskað barn búgvandi heima, tildømis, sum í roynd og veru ikki er egnað til tað, vegna sítt brek.

Skulu hesi fólk, sum so at siga alt samdøgrið taka sær av tungt røktarkrevjandi borgarum ikki sleppa at fáa eitt sindur av umlætting – nakrar dagar, har battaríini kunnu løðast uppaftur?

Nei, slíkar søgur eru óskiljandi. Hetta eru borgarar, sum gera arbeiðið av kærleika. Borgarar sum lætta almannaverkinum fyri ovurstórar arbeiðsbyrður, ábyrgd og pengar. Hetta eru tær veruligu hetjurnar á almannaøkinum – tey, sum átaka sær uppgávuna uttan at fáa løn fyri tað.

Sjálvandi skulu hesi fólk hava møguleika fyri at fáa frí nakrar samanhangandi dagar hvørt ár, so at tey kunnu hava møguleika fyri at sleppa at ferðast og forkela seg sjálvi.

Tað er smáligheit út um øll mørk at sýta teimum henda ágóða.

Jamen hvar halda tit so, at pengarnir skulu finnast, vil vera tann natúrligi mótspurningurin.

Tað hava vit ikki innlit til at úttala okkum um, og vita tí ikki.

Men vit kunnu staðfesta – enn eina ferð – at virðið í einum landi kann lesast av, hvussu tað fer við sínum veikastu borgarum. Og hvørji eru tey veikastu í hesum samanhanginum? Nei, tað er ikki einans borgarin, sum av viðføddum ella øðrum orsøkum hevur mist førleikan til at klára seg sjálv og tí er røktarkrevjandi. Men í hesum føri er ‘tann veiki’ og ‘tann útsetti’ í líka só stóran mun tey fólk, sum hava vígt sítt lív til at taka sær av einum persóni, ið líka so gjarna átti at hoyrt heima á einum samdøgursstovni og harvið verið ein fíggjarlig byrja fyri ‘verkið’. Umlættingin er ein treyt fyri, at hesi fólk – hesar hetjur – megna gerandisdagin.

Sjálvandi skulu hesi ikki óttast fyri nær tilboðið um umlætting verður tikið frá teimum.

Landsstýrismaðurin við almannamálum er nýggjur á postinum. Hann tykist at taka uppgávu sína í størsta álvara. Og uppgávuna – apuna – hevur hann fingið frá politisku skipanini, ið hevur álagt honum at finna sparingar uttan at hava givið sær far um tær ómennaskjaligu avleiðingarnar, sum hetta fær fyri eitt fátal av veikum persónum – veikum tí hesi hava átikið sær eina tunga samfelagsuppgávu av reinum kærleika.

Onkur álitispersónur má traðka til og biðja um leikbrá – taka ein støðg og lodda dýpið. Tí virðiligast hevði verið at funnið milliónirnar onkra aðra staðni. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3937

    Lisnar síður: 12795

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 09. apríl 2022

Ferð komin á rakettstøðina á Lamba Ness

Hetlendingar hava ætlanir um at hava fyrstu veruligu rakettútskjótingarstøð klára til útskjóting longu í oktober mánaði

(Mynd: Shetland Space Centre)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Endaligu loyvini at byggja eina rakettútskjótingarstøð í Hetlandi er nú komin upp á pláss, og arbeiðið at byggja støðina er longu farið í gongd.

Vit hava fingið hendur á luftmyndum, sum vísa hvussu økið sær út nú, farið er undir at gara klárt at fara undir sjálva byggingina.

[object Object]

Arbeiðið skal ganga skjótt fyri seg, tí longu í oktober mánaði er ætlanin, at tann fyrsta rakettin skal skjótast upp frá rakettútskjótingarstøðini við navninum SaxaVord UK Spaceport, sum verður fyrsta útskjótingarstað á bretsku oyggjunum, og helst í Evropa eisini.

Talan verður um at skjóta smærri rakettir, sum kunnu flyta smáar fylgisveinar, serliga til samskiftisídnaðin, út í ringrás um jørðina.

[object Object]

Lamba Ness er landnyðringshornið í Hetlandi, har tað inntil kalda kríggið var av lá ein radarastøð hjá Royal Air Force, sum eisini bar navnið Saxa Vord. Navnið Saxa Vord er frá einum fjalli ella heyggi í økinum, haðani frítt útsýni er út yvir Lambaness og komandi rakettútskjótingarstøðina har. Saxa Vord er hægsta punkt á Unst, 935 føtur, umleið 285 metrar høgt.

Saxa er navn úr norrønu gudalæruni. Saxa var ein risi, sum livdi á einum heyggi. Á sjónum nærhendis búði ein annar risi Herma, og teir høvdu til frægd at kasta grót ímillum sín. Herma er eisini uppkallaður á Unst, Hermaness er eitt nes beint yvir av Saxa Vord norðast á Unst.

Hetlendingar hava í fleiri ár miðvíst arbeitt fyri at sannføra bretsku myndugleikarnar og aktørar í rúmdarídnaðinum um, at júst hetta nesið er best egnað til rakettútskjótingar. Ætlanin er at senda rakettirnar út í ein vinkul norðureftir, og hetta merkir, at rakettirnar fara at flúgva út gjøgnum føroyskt loftrúm – nakað, ið eisini skapar møguleikar fyri føroyingar at fáa onkran leiklut í rúmdarverkætlanini. Tað hevur verið upp á tal at brúka støðir í Føroyum til at taka niður dátur frá rakettunum í tí tær verða sendar út.

[object Object]

Lamba Ness liggur á oynni Unst, norðrastu oynni í Hetlandi. Fyri at koma til Unst av hetlendska meginlandinum, er neyðugt at fara við ferju um tvey sund. Fyrst um Yell Sound úr Tofta á meginlandinum til Ulsta á oynni Yell. Síðan um Bluemull Sound úr Gutcher á Yell til Belmont á Unst.

Fyri teir umleið 600 íbúgvarnar á Unst er tað av alstórum týdningi fyri menningina í økinum, at tey nú fáa eina rakettstøð á oynni, og sostatt gerast ein miðdepul fyri bretskan og evropeiskan rúmdarídnað.

Tað eru longu fleiri rakettbyggjarar, sum hava víst rakettstøðini í Hetlandi áhuga. Eitt nú risastóra amerikanska fyritøkan Lockheed Martin, sum hevur bílagt ta fyrstu rakettútskjótingina, sum eftir ætlan verður longu í oktober.

Lamba Ness liggur umleið 125 fjórðingar ella 325 kilometrar í ein landsynningeystan út Akrabyrgi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2022

3
Leygardagur 09. apríl 2022

X Factor: Allir sangararnir bergtóku í finaluni

Hóast føroyingar taptu báðar atkvøðugreiðslurnar í gjárkvøldið, so fingu bæði Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá prógvað at veruligur dugur er í teimum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast føroyingarnir vóru tveir móti einum dana á finaluni í X Factor sjónvarpssangkappingini á TV2, so var tað evnaríki ungi Mads Moldt, sum at enda fór avstað við sigrinum.

Men føroyingarnir gjørdi seg ikki fyri skommum – als ikki. Kanska vóru føroysku avrikini allarbest í hesi seinastu sendingini – í sjálvari finaluni.

Tina Mellemgaard var fyrst á pallinum í gjárkvøldið. Men fyrst sluppu hyggjararnir við ein túr til Havnar, har myndir vóru av familjusamling í Hoyvík og surprise-party í City Church.

[object Object]

Fyrstu sangurin, sum Tina sang var “Love on top” hjá Beyoncé. Eitt djarvt sangval tí sangurin er krevjandi, ávaraði mentorurin hjá henni, Kwamie Liv, undan framførsluni

Tina megnaði soul-sangin til fulnar saman við dansarum og blásarum, og varð róst til skíggja av dómarunum.

- Wouw. Eg visti frá byrjan av, at tú fórt at klára tað heilt til finaluna. Sjálvandi kláraði tú eisini at syngja soul. Tú ert eitt satt listafólk, sum er komin á eina komerciella scenu. Et takki tær fyri, at tú hevur givið okkum tann góða tónleikin, takk, segði Blackman.

- Nú vísti tú hvat tú klárar í up-tempo. Tað var heilt til UG. Tú fleyt út í eitt saman við dansarunum – tað gjørdist ein heild. Tað var feitt, segði Martin.

- Gott at tú endiliga hevði dirvi til at koma heilt út um pallkantin. Eg eri errin av tær – tú gjørdi tað!, segði Kwami.

[object Object]

The Kiddies við á pallinum

Næsti sangari var Kári, sum – fingu vit at vita – hevði egna orkestur sítt, The Kiddies úr Aalborg við á pallin.

Men fyrst ein túr heim til Aalborg at vitja dóttrina Karin Sofíu og unnustuna Áshild, sum skal eiga síðst í mánaðinum. Og so víðari út á fótbóltsvøllin av vísa síni bóltkynstur saman við FC Fintuni og til framførslu saman við frítíðarorkestrinum The Kiddies.

Og á pallinum stóðu so teir fýra vinmenninir í The Kiddies – í stríputum troyggjum og yvirskeggi, og góvu okkum Pharrell Williams’a “Happy”.

- Ein passandi sangur fyri teg. Tú spjaðir gleði, og tað riggaði væl við smiley-face á palltjaldinum. Ein upplagdur sangur. Gott at hava toymið við sær á pallin – til lukku, segði Kwamie Liv.

- Forfandenaltså Kåri. Tú fanst sangin, ið bara passar til tín. Tú slappaði av við hesum sanginum. Tú tókst pallin. Eg elski Føroyar, segði Blackmann.

Martin Jensen, mentorurin avdúkaði, at Kári hevur havt sínar avbjóðingar hesa vikuna.

- Hóskvøldið hevði tú so stóra pínu í liðini, at vit máttu fara til vaktlæknan. Tað vísti seg, at tú hevur vant so nógv, at tú næstan ikki fekst andað. Tað vísir bara hvussu nógv tú leggur í hetta. Tú vísir ein vilja, sum er out-of-this-world, segði Martin Jensen.

[object Object]

Tina og fyrimyndin Søs

Í øðrum umfari skuldu sangararnir syngja saman við kendum donskum tónlistanøvnum.

Aftur var Tina fyrsta á pallinum her saman við Søs Fenger, sum Tina kallar sína stóru fyrimynd.

Tær báðar sungu fyrst friðarliga vakra “Du er” og fóru síðan yvir í “Den jeg elsker, elsker jeg”, stóra hittið frá seinnu helvt av 1980’unum, sum varð skrivað í sambandi við aids-kampanjurnar, sum koyrdu tá.

Eftir at tær vóru lidnar fekk Søs Fenger høvi at geva Tinu sítt viðmæli, og tað vóru ikki eiti á rósandi orð, sum Tina fekk frá síni fyrimynd.

- Eg havi heppað upp á teg frá byrjan av. Tað, sum ger teg til nakað serligt er, at tú veruliga hevur nakað upp á hjartað. Vit hava brúk fyri slíkum, sum tær, segði Søs Fenger.

[object Object]

Jonah Blacksmith hevur familju í Føroyum

Síðan kom túrurin til Kára, sum hevði brøðurnar Simon og Thomas Alstrup frá alternativa folk-orkestrinum Jonah Blacksmith frá Thy við sær á pallin.

Teir sungu fyrst “Daughter of Jonah” og fóru síðan yvir í tann meira lívliga og kenda “House on Fire”. Brøðurnir spældu guittar og banjo aftur við, men vórðu eisini stuðlaðir av vælspælandi X Factor orkestrinum.

Simon og Thomas Alstrup upplýstu at teir hava familju í Føroyum, og teir hildu, at Kári riggaði ordiliga væl til teirra tónleik. Teir fingu eisini høvi at lýsa hvat tað er, sum ger Kára til ein serligan sangara.

- Hann hevur okkurt ‘crispy’ í hásu røddini. Og so hevur rødd hansara eisini eitt ‘knekk’, sum ger hana til nakað heilt serligt, søgdu brøðurnir.

[object Object]

Eftir hesi bæði umførini var tað upp til hyggjararnar at gera av, hvørjir sangarar, skuldu sleppa víðari til finaluumfarið, og hvør hevði sungið sín síðsta sang.

Og tað vísti seg, at Tina Mellemgaard ikki fekk nóg nógvar atkvøður, og hon varð tí kosin at gerast nummar trý í kappingini.

[object Object]

Rørandi persónligur vinnarasangur til Áshild

Í sjálvum finaluumfarinum fingu so teir báðir sangararnir, Mads Moldt og Kári Fossdalsá høvi at syngja sokallaðu vinnarasangirnar, sum allir finaluluttakararnir hava innspælt frammanundan, og sum kom út á talgildu tónleikapallunum sama kvøld.

Moldt imponeraði enn einaferð við síni sannførandi útgávu av egna sanginum “Clingy”.

[object Object]

Men eisini Kári imponeraði við egna sangi sínum “Believer”. Talan var um ein rørandi persónligan sang beinleiðis til kvinnurnar í lívi hansara, unnustuna Áshild Jónsveinsdóttir og dóttrina Karin Sofíu.

Kári gjørdi ikki mætari enn at seta seg hjá teimum á áskoðaraplássunum í byrjanini av framførsluni. Áshild, við stórum búki, tí hon skal eiga síðst í apríl, hevði sum vera mann ilt við at halda tárini aftur.

- Eg havi glett meg til at sleppa at syngja henda sangin, segði Kári eftir framførsluna av ‘Believer’.

- Eg havi skrivað sangin til unnustuna um at trúgva upp á kærleikan, legði hann afturat.

- Tað er øgiligt, at tú torir at syngja slíkt sum hetta. Altso beint eftir, at tú hevur sungið “Happy”, so kemur tú og syngur stillisliga, “góða eg elski teg”. Tað hevði eg ikki torað, segði Martin Jensen.

[object Object]

Aftur vóru tað hyggjararnir, sum áttu endaligu avgerðina umvegis sms-atkvøður. Og hesaferð gjørdist Kári av Toftum ov stuttur. Tann yngri og modernaði vann yvir tí eldra og nakað meira siðbundna.

Men tá samanum kom var tað ongin av luttakarunum, sum var ónøgdur við úrslitið. Helst høvdu tey flestu at úrslitið av X Factor finaluni fór at vera nøkulunda so.

X Factor verður aftur um eitt ár, kundi TV2 kunngera í samband við finaluna. Nú bíða vit spent eftir hvørji nýggj føroysk stjørnuskot fara at spyrjast úr teirri kappingini.

[object Object] 

(Myndir: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2022

4 Leygardagur 09. apríl 2022

So greitt vann Mads Moldt X Factor-finaluna

Kári fekk 40,1 prosent av atkvøðunum í endaumfarinum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Blaðungi Mads Moldt, sum vann X Faktor finaluna gjørdist ein greiður vinnari í gjárkvøldið.

Portalurin hevur fingið prosentbýtið, og tað vísir, at endaligi vinnarin var sera væl stuðlaður av sjónvarpshyggjarunum.

Til ta fyrru atkvøðugreiðsluna í kvøld fekk Mads Moldt yvir helmingin av atkvøðunum, 51,3 prosent.

Kári Fossdalsá kom víðari við 28,9 prosentum, meðan Tina Mellemgaard ‘bert’ fekk 19,9 prosent, og slapp sostatt ikki við til endaligu uppgerðina, og gjørdist nummar trý.

Til seinnu atkvøðugreiðsluna, sum stóð millum Mads og Kára fall prosentbýtið soleiðis:

Mads Moldt 59,9 prosent

Kári Fossdalsá 40,1 prosent 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2022

5

Størv

Deildarleiðari til Terapideildina í Heilsu- og umsorganartænastuni

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Programmsamskipari til Landssjúkrahúsið

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara

Meira Umsóknarfreist: 19. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Ráðgevi til Sansir

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Tangabilførari til Effo

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Tekniskur leiðari til Strandfaraskip Landsins

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024
6 Leygardagur 09. apríl 2022

Árni Ellefsen sagt seg úr starvi

Forstjórin í BankNordik-samtakinum verður tó sitandi til nýggjur stjóri er funnin

Árni Ellefsen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Órógvið í BankNordik samtakinum hevur ikki lagt seg enn eftir at øll nevndin í samtakinum varð skift út herfyri.

Mánadagin boðar bankin frá í tíðindaskrivi, at forstjórin, Árni Ellefsen, nú leggur frá sær. Hann heldur tó fram í starvinum, til nýggjur forstjóri er settur.

Síðani á heysti 2015 hevur Árni Ellefsen røkt starvið sum forstjóri í samtakinum. Nú heldur hann tíðina vera búna til at leggja frá sær og royna nýggjar leiðir, skrivar bankin í tíðindaskrivi, og heldur fram:

- Vit í nevndini í BankNordik eru sera hørm um, at Árni hevur valt at siga seg úr starvi. Árni hevur gjørt eitt megnararbeiði fyri samtakið, og tað er ein sera stórur missur, at hann nú velur at fara. Vit virða tó hansara avgerð og fara nú undir eina tilgongd at seta nýggjan forstjóra. Vónandi verður ein loysn funnin í næstum, sigur Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna í BankNordik.

Til nýggjur forstjóri er settur, heldur fráfarandi forstjórin fram í samtakinum.

Sostatt ber til at tryggja, at týðandi vitan ikki fer fyri skeytið, soleiðis at BankNordik kann rekast víðari á hollum grundarlagi.

- Eg havi havt nógv góð og hendingarík ár í BankNordik, síðan eg tók við sum forstjóri. Gjøgnum árini havi eg saman við leiðslu og starvsfólkum verið við til at røkka góðum úrslitum, og eg havi eisini tikið truplar avgerðir fyri at brynja samtakið til framtíðina. Nú er tíðin komin at royna okkurt nýtt, og tað gleði eg meg til, sjálvt um tað eisini er sorgblítt at fara. BankNordik er eitt sunt samtak við sera dugnaligum starvsfólkum og einum góðum og sunnum kundaskara. Samtakið hevur tí góðar fortreytir fyri framhaldandi at mennast og skapa góð úrslit, sigur Árni Ellefsen.

Árni Ellefsen er 56 ár, útbúgvin cand.merc.aud og statsautoriseraður grannskoðari. Hann hevur verið partur av samtaksleiðsluni í 11 ár og forstjóri í sløk 7 ár. Áðrenn hann tók við starvinum sum forstjóri í BankNordik, starvaðist hann m.a. sum grannskoðari og fíggjarstjóri.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2022

7 Leygardagur 09. apríl 2022

Pf. Wenzel 15,2 milliónir í avlopi í 2021

Søguliga góður roknskapur hjá Wenzel. Eigararnir fáa 10 milliónir krónur útlutaðar í vinningsbýti

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Fyrsta bilasølan, sum hevur almannakunngjørt ársroknskapin fyri 2021 er Pf. Wenzel. 

Talan er um ein søguliga góðan roknskap. Ársúrslitið gjørtist eitt avlop á 15,2 milliónir krónur. 

Eigarnir fáa 10 milliónir útlutað í vinningsbýti. 

[object Object]

Roknskapurin 2021 hjá Pf. Wenzel vísir, at brottuvinningurin øktist úr 27,2 milliónum til 36,3 milliónir krónur. Vøksturin í bruttovinninginum var 33,8 prosent. 

Starvsfólkakostnaðirnir vóru 14,9 milliónir í 2021 sammett vuð 12,6 milliónir í 2020. Starvsfólkatalið í 2021 var sambært roknskapinum íalt 42 starvsfólk. 

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt Ebidta, var 21,4 milliónir krónur, sammett við 14,6 milliónir krónur í 2020, sum er ein vøkstur á heili 46,9 prosent. 

Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt avlop á 15,2 milliónir krónur sammett við 9,6 milliónir í 2020. Vøksturin var heili 58,3 prosent. 

Aðalfundurin hevur samtykt at luta 10 milliónir krónur av ársúrslitinum út til eigararnar sum vinningsbýti. 

Fíggjarjavnin hjá Pf. Wenzel er øktur úr 84,9 milliónum krónum í 2020 til 100,5 milliónir krónur í 2021. 

Støðisognirnar eru minkaðar úr 40,8 milliónum í 2020 til 38,2 milliónir krónur í 2021 

Ognir í umferð eru vaksnar úr 44,1 milliónum í 2020 til 62,3 milliónir krónur í 2021. Serliga kann síggjast at vørugoymslurnar eru øktar úr 29,8  í 2020 til 43,7 milliónir krónur í 2021. 

Pf. Wenzel er væl fyri fíggjarliga, har eginognin í 2021 er 43 milliónir. Trygdarevnið er tískil 42,7 prosent, sum verður roknað at verða nøktandi.   

Felagið hevur goldið niður uppá langfreistaðu skuldina, úr 24,4 milliónum krónum í 2020 til 19,9 milliónir krónur í 2021. Stuttfreistaða skuldin er hinvegin økt úr 30,7 í 2020 til 45,7 milliónir krónur í 2021. 

Høvuðspartaeigarar, sum eiga yvir 5 prosent av Pf. Wenzel, eru Sp/f 5.03.12 og Spf. Plys. 

Stjóri í Pf. Wenzel er Rúni Martinsson Djurhuus og nevndarformaður er Jógvan Emil Nielsen.  

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2022

8 Leygardagur 09. apríl 2022

Tak tey við á flot ella í fjøllini

Tað er áheitanin frá løgmanni, sum mælir til at vit øll gera okkara, so flóttafólk koma at kenna tann fjálga føroyska hitan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løgmaður nevndi tað í nýggjársrøðuni, og áheitanin er enn tann sama. 

- Bjóða teimum ein drekkamunn, tak tey við á flot ella í fjøllini.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú løgtingi í vikuni einmælt samtykti uppskotið frá landsstýrinum um at taka móti flóttafólkum úr Ukraina. 

- Hetta er ein varði á vegnum í føroyskari søgu. Hetta er fyrsta ferðin at Føroya Landsstýrið hevur boðað frá, at Føroyar taka í móti flóttafólkum.

- Russiska álopið á Ukraina hin 24. februar, og teir ræðuleikar vit nú eru vitni til, bera boð um eina nýggja heimsmynd. Tað var ein tíð áðrenn, og ein onnur tíð eftir, hin 24. februar 2022. Heimurin er grundleggjandi broyttur. Eisini her hjá okkum í Føroyum, sigur løgmaður.

- Eg havi áður havi sagt, at vit heldur skuldu hjálpa flóttafólkunum í teirra nærumhvørvi. Ukraina er okkara nærumhvørvi. Hetta eru grannar hjá okkara grannum. Her talan um fólk, sum inntil fyri stuttum livdu frí og fræls í einum demokratiskum samfelagi.

- Sum eitt av heimsins ríkastu samfeløgum er tað ikki annað enn natúrligt, at Føroyar gera sítt, og at vit opna okkara dyr fyri flóttafólkum úr Ukraina. At vit hjálpa okkara evropeisku grannum.

- Vit mugu øll gera okkara, soleiðis at tey koma at kenna tann fjálga føroyska hitan. Tann ábyrgdin hvílir á hvørjum einstøkum av okkum.

Bárður á Steig Nielsen takkar felagsskapum og persónum, sum sjálvboðin hava verið við til at hjálpa og taka í móti flóttafólki úr Ukraina.

- Uttan tykkara hjálp hevði tað ikki borðið til. Eg vil eisini veita ein serliga tøkk til Reyða Kross Føroyar, sum vit í landsstýrinum hava havt eitt tætt og gott samstarv við, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2022

9 Leygardagur 09. apríl 2022

Nýggj krabbameinsætlan: Lógartryggjað viðgerðartrygd fyri krabbamein

Millum nógvu tilmælini í nýggju krabbameinsætlanini eru herd átøk ímóti royking, screening fyri tarmkrabba og víðkað tilboð um screening fyri lívmóðurhálskrabba, endurmenning av krabbameinssjúklingum, endurnýggjan av viðgerðartólum, uppraðfesting av palliasjón og nógv annað. Landsstýrismaðurin við heilsumálum er til reiðar at seta tey fyrstu átøkini í verk beinanvegin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– Á krabbameinsøkinum eiga vit at miða móti somu gongd sum t.d. á hjartaøkinum. Tað skulu færri doyggja av krabbameini. Fyri at tað skal verða, skulu fyri tað fyrsta færri fáa sjúkuna, og um hon kortini verður staðfest, skulu viðgerðirnar tryggja, at færri doyggja.

Soleiðis ljóðar eitt brot í nýggju krabbameinsætlanini hjá Heilsumálaráðnum, “Krabbameinsætlan fyri Føroyar 2022”, sum nú er handað landsstýrismanninum í heilsumálum, og brotið tekur væl saman um aðalmálið við ætlanini – at størri áherðsla á fyribyrging skal minka um títtleikan av krabbasjúkum, og at betri viðgerðartilboð skulu tryggja, at fleiri blíva frísk ella kunnu liva leingi við sjúkuni.

Samanberingin við hjartaøkið er grundað á góðu gongdina á tí økinum. Í 2007 doyðu umleið 150 føroyingar av hjarta- og æðrasjúkum, men í 2019 var tað talið minkað niður um 100. Í hesum tíðarskeiðnum hevur krabbamein yvirhálað hjarta- og æðrasjúkur sum fremsta deyðsorsøk í Føroyum.

69 tilmæli

Fyri at røkka málinum hevur nýggja krabbameinsætlanin ikki færri enn 69 tilmæli, sum eru býtt á hesi øki: Betri hagtalsgrundarlag, fyribyrging av krabbameini, screening, endurmenning, samskipað sjúklingagongd og palliasjón.

Ov drúgt verður at lýsa øll tilmælini, so her verður bert nomið við nøkur teirra.

Í fyribyrgingarpartinum verður stórur dentur lagdur á átøk at tálma royking, eitt nú við at víðka um roykfríu umhvørvini, hækka prísin á tubbaksvørum, taka av toll- og avgjaldsfrítøku á tubbaksvørur og alkohol, og mælt verður til, at Føroyar seta í gildi altjóða tubbakssáttmálan “Framework Convention on Tobacco Control”, sum limalondini í heimsheilsufelagsskapinum WHO hava samtykt. Eisini verður mælt til, at hægri skattur verður settur á ósunnar vørur, samstundis sum at skatturin á heilsugóðum vørum verður lækkaður.

Viðvíkjandi screeningum verður sum nakað nýtt mælt til, at landsfevnandi screening av tarmkrabba nú verður sett í verk í Føroyum.

Eisini verður mælt til, at aldursbólkurin, sum fær boðið bróstscreening, verður víðkaður frá 50-69 ár, ið er galdandi í dag, til 45-74 ár, og aldursbólkurin, sum fær boðið screening fyri lívmóðurhálskrabba, verður víðkaður frá 25-64 ár til 23-64 ár.

Á palliativa økinum verður mælt til, at palliasjón verður skipað sum landsumfatandi tænasta í Sjúkrahúsverkinum. Í tí sambandinum verður eisini mælt til, at ein serlækni við palliasjón verður settur sum skjótast at vera við til at byggja upp eina palliativa deild á Landssjúkrahúsinum.

Lógartryggjað viðgerðartrygd

Ein hornasteinur í nýggju krabbameinsætlanini er lógarfest viðgerðartrygd fyri krabbameinssjúkur. Eftir tilmælinum skal mest loyvda bíðitíðin til bæði útgreining og viðgerð fyri krabbamein ásetast í lóg, og lógin skal eisini tryggja, at sjúklingurin fær tilboð um ávísing til útgreining og viðgerð privat ella uttanlands í tann mun, føroyska sjúkrahúsverkið ikki fær hildið lógarfestu freistirnar.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, fegnast um nýggju krabbameinsætlanina og ikki minst um lógarfestu viðgerðartrygdina.

– Málið hjá samgonguni er viðgerðartrygd fyri allar sjúkur, og lógarfest útgreiningar- og viðgerðartrygd á krabbameinsøkinum er ein týðandi liður í hesum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Fyribyrging røkkur langt

Landsstýrismaðurin ætlar sær eisini beinanvegin undir ítøkilig átøk samsvarandi tilmælunum í krabbameinsætlanini. Hann hevur millum annað fest seg við, at sambært “Den europæiske kræfthandleplan” frá 2021, sum víst verður til í krabbameinsætlanini, kann fyribyrging og broyttur liviháttur – eitt nú tað at leggja av at roykja – skarva heili 40 prosent burtur av øllum krabbameinstilburðunum.

– Tað er jú ikki smávegis, so langt vit kunnu røkka á krabbameinsøkinum bara við fyribyrging. Tí ætli eg eisini beinanvegin at taka stig til at gera eina fólkaheilsuætlan. Skjót sjúkustaðfesting og skjót og røtt viðgerð er eisini avgerandi fyri at bøta um møguleikarnar fyri bæði leking og lívsleingjan. Tí fara vit eisini framhaldandi at stremba eftir at seta fleiri serlæknar at betra um viðgerðargóðskuna, og eg ætli eisini at framskunda ætlanina um at seta screening fyri tarmkrabba í verk í Føroyum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

Eftirmeting

Í nýggju krabbameinsætlanini er eisini ein eftirmeting av krabbameinsætlanini frá 2009. Har verður staðfest, at fleiri av teimum mest týðandi tilmælunum í tí ætlanini eru sett í verk. Eitt nú var bróstscreening sett í verk í 2017, og fyrsti krabbameinslæknin – onkologurin – var settur í starv í 2019. HPV-koppseting fyri bæði gentur og dreingir er eisini sett í verk, og vit hava fingið eina sjúklingatrygging at veita endurgjald fyri skaðar, sum eru íkomnir í sambandi við kanningar ella viðgerð í heilsuverkingum ella av reseptheilivági.

Fleiri medisinskar viðgerðir eru eisini tiknar heim at veita í føroyska Sjúkrahúsverkinum, meðan aðrar, samsvarandi tilmælunum í gomlu krabbameinsætlanini, ikki longur verða gjørdar í Føroyum, men verða ávístar at gera uttanlands.

Eftirmetingin vísir tó eisini á umstøður og viðurskifti á krabbameinsøkinum, sum tað enn liggur á láni at fáa í rættlag, men hond verður í stóran mun tikin um hesi við lógarfestu útgreiningar- og viðgerðartrygdini, ið mælt verður til í nýggju krabbameinsætlanini.

Fleiri tilburðir

Útgangsstøðið fyri at gera nýggju krabbameinsætlanina er vaksandi talið á krabbameinstilburðum í Føroyum, ið eru staðfestir síðan 2007. Tá vóru umleið 200 tilburðir um árið, men í 2019 var hetta talið komið upp ímóti 250. Ein orsøk er helst økingin í sjálvum fólkatalinum, og at tey eldru, sum hagfrøðisliga eisini eru í størri vanda fyri at fáa krabbamein, eru blivin lutfalsliga fleiri.

Hagtølini vísa tó, at sjálvt um árliga talið á krabbameinstilburðum er vaksið við umleið 25 prosentum frá 2007 til 2019, so er talið á teimum, sum doyggja av krabbameini ikki vaksið. Talið á deyðum hevur ligið nøkulunda støðugt á 100 um árið alt tíðarskeiðið.

Talið á føroyskum krabbameinssjúklingum, sum eru á lívi fimm ár eftir, at sjúkan bleiv staðfest, er eisini vaksið støðugt í tíðarskeiðnum 2007-2019, men kortini liggur talið lægri enn tilsvarandi tølini fyri hini Norðurlondini.

Tíðindaskriv frá Heilsumálaráðnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2022

10 Leygardagur 09. apríl 2022

JT Electric besta úrslit nakrantíð

Ársúrslitið gjørdist 14,5 milliónir krónur sammett við 12,8 milliónir krónur í fjør. Fyritøkan hevur stórt verksemi uttanlands

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt yvirskot á 14,4 milliónir krónur, sum er besta úrslit nakrantíð hjá JT Electric, sum annars eisini ber uppruna navnið Pf. Jóannes Thomsen.

JT Electric er ein innovativ fyritøka, sum mennir, útviklar og selur egnar vørur í Føroyum og uttanlanda, og sum sambært leiðsluni hevur stórar framtíðar møguleikar á alheims marknaðinum.

Fyritøkan, sum Jóannes Thomsen stovnaði í 1972, fyri 50 árum síðani, hevur ment seg munandi síðstu árini. Frá at verða ein el innleggjara fyritøka í Fuglafirði, sum við tíðini flutti út á Kambsdal og menti vørur og tænastur til fiskivinnuna og alivinnuna í Føroyum og uttanlanda. Í dag hevur felagið miðsavnað seg um menna og selja vørur og tænastur til alivinnuna.

Av vørum, sum JT Electric hevur ment síðstu árini kunnu nevnast fóðurskipanir, kameraskipanir, sensor skipanir, undirvatns ljós, undirvatns kamera, fóðurflakar, ilt sensorar, umframt at felagið eisini byggir fóðurskip til alivinnuna í Pólandi.  JT Electric er tí í dag ein heildarveitari av tekniskari útgerð til alivinnuna.

Í 2020 keypti JT Electric skotska felagið Sterner Aquatech UK, sum m.a. arbeiðir innan water treatment og sludge treatment til smoltstøðir. JT Electric hevur í dag munandi virksemi ígjøgnum síni dótturfeløg bæði í Skotlandi og í Pólandi, og er líka so nógv ein altjóða fyritøka í dag, sum kappast við útlendskar veitarar á marknaðinum og har størri parturin av søluni í dag er uttanlands.

Sambært stjóranum í felagnum, Suna Justinussen, er uttanlandsvirksemið hjá JT Electric miðvíst økt, og hevur tað verið ein partur av strategi felagsins. Goður møguleiki er fyri at uttanlandamarknaðurin framyvir kann gerast enn størri og meira týdningarmikil hjá felagnum, umframt at føroysku kundarnir eisini framhaldandi fáa bjóða dygdargóðar vørur og tænastur.

Rakstrarroknskapurin

[object Object]

Roknskapurin hjá JT Electric vísur, at bruttovinningurin fall úr 31,4 milliónum í 2020 til 27,2 milliónir krónur í 2021.

Starvsfólkaútreiðslurnar vóru 14,2 milliónir krónur í 2021, sum er 1,1 milliónir lægri enn í 2020. Í alt 70 fólk starvast í fyritøkuni í Føroyum og uttanlands.

Úrslit áðrenn avskrivingar, Ebidta, fall úr 16,1 milliónum í 2020 til 13,1 milliónir krónur í 2021. Talan er tí um eitt fall í Ebidta á 18,9 prosent.

Felagið hevði tó fíggjarligar inntøkur í 2021 frá sínum dótturfeløgum uttanlands á 5,5 milliónir krónur, sum tí ávirkar úrslitið hjá felagnum munandi í 2021.

Úrslit eftir skatt í 2021 gjørdist tí eitt avlop á 14,5 milliónir krónur, sammett við 12,8 milliónir í 2020. Vøksturin í ársúrlitinum var tískil 5,9 prosent.

Fíggjarstøðan 

[object Object]

[object Object]

Fíggjarjavnin hjá JT Electric var í 2021 íalt 105,4 milliónir krónur, sum er sama støði sum í 2020.  

Støðisognin øktist úr 78,3 milliónum í 2020 til 81,3 milliónir krónur í 2021. Ogn í umferð fall hinvegin úr 28,1 milliónum í 2020 til 24,1 milliónir krónur í 2021. Serliga kann nevnast, at vørugoymslurnar í 2021 øktist við 4,6 milliónum til 11,6 milliónir krónur í 2021. Harnæst fall áogn frá skuldarum úr 16,8 milliónum í 2020 til 11,6 milliónir krónur í 2021. 

Eginpeningurin hjá JT Electric var við ársenda 2021 samanlagt 62,9 milliónir krónur sammett við 53,4 milliónir í 2020. Talan er um eina fíggjarliga sterka fyritøku, við einum trygdarevni á 60 prosent, sum má metast at verða gott. 

Felagið hevur goldið 4,4 milliónir niður á langfreistaðu skuldina, sum við ársenda 2021 íalt var 20,1 milliónir krónur Stuttfreistaða skuldin er somuleiðis minkað við 4,5 milliónum til 22,0 milliónir krónur í 2021.  

Gjaldførið hjá JT Elecric var rímuligt í 2021 , tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 109 prosent samanborið við 106 prosent í 2020. 

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 5 milliónir krónur av sum vinningsbýti til eigararnar. 

Høvuðspartaeigarin av Pf. Jóannes Thomsen (JT Electric) er Spf. Skrínið, sum er dótturfelag hjá Pf. Tjaldur.

Stjóri síðani 2017 hevur verið Suni Justinussen. Nevndarformaður er Árni Tór Rasmussen.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022

11
Leygardagur 09. apríl 2022

Tavan aftur eitt gott úrslit í 2021

Ársúrslitið eftir skatt í 2021 gjørdist eitt avlop á 7,7 milliónir krónur samanborið við 4,9 milliónir í 2020. Vøksturin í ársúrlitinum í 2021 var tí 57 prosent

(Mynd: Google Maps)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Spf. Tavan í Leirvík hevði eitt rakstraravlop eftir skatt á 7,7 milliónir krónur. Sjálvt um ikki er talan um tað besta úrslitið hjá Tavuni, so er úrslitið væl betur enn í 2020, tá avlopið var 4,9 milliónir. Eigararnir hava avgjørt, at útluta 5 milliónir krónur í vinningsbýti.

Roknskapurin fyri 2021 vísir, at bruttovinningurin øktist við 19 prosent í mun til 2020 til 31,3 milliónir krónur í 2021.

Úrslitið áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebidta, gjørdist 12,0 milliónir krónur í 2021, sammett við 8,3 milliónir í 2020. Vøksturin er 46 prosent.

[object Object]

Ársúrslitið eftir skatt í 2021 gjørdist eitt avlop á 7,7 milliónir krónur samanborið við 4,9 milliónir í 2020. Vøksturin í ársúrlitinum í 2021 var tí 57 prosent.

Spf. Tavan hevði við árslok 2021 ein eginpening á 50,3 milliónir krónur. Trygdarevnið, sum er er eginogn í mun til samlaðu ogn og skyldur var 81 prosent, sum verður mett at verða sera gott.

[object Object]

Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 562,0 milliónir krónur, harav fastar ognir 12,8 milliónir og ognir í umferð vóru 49,1 milliónir krónur. Harav var tøkur peningur 15 milliónir.  Vørugoymslunar við árslok 2021 vóru 18,4 milliónir krónur.

Felagið hevði við árslok 2021 onga langfreistaða skuld, meðan stuttfreistaða skuldin var 11,4 milliónir, samanborið við 8,5 milliónir í 2020.

Gjaldførið var sera gott í 2021, har gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreiðsta skuld, var heili 430 prosent.

Niðurstøðan er tí, at Tavan framvegis er ein fíggjarliga sterk fyritøku, sum bæði kann vísa á ein góðan rakstur síðstu árini, eitt vaksandi úrslit í 2021 og hevur ein góðan egninpening, onga langfreiðstaða skuld og hevur eitt sera gott gjaldførið.

Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útluta 5 milliónir krónur í vinningsbýti til eigararnar.

Eigarar av Spf. Tavuni eru Spf. Largo, Spf. J.E., Spf. JMR, Norðoya Íløgufelag og Insula AS, sum er eitt norskt felag.

Stjóri í Tavuni er Joen Magnus Rasmussen og nevndarformaður er Ingvar Joensen.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2022

12 Leygardagur 09. apríl 2022

Skyn: Vaksandi eftirspurningur eftir íbúðum

Hóast føroyingar í stóran mun framvegis keypa og byggja vanlig sethús, so er siðbundna bústaðarmynstrið við at broytast. Alsamt fleiri íbúðir verða bygdar, og eftirspurningurin eftir dýru fermetrunum er í støðugum vøkstri

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinastu 10 árini er talið av íbúðum í Føroyum hækkað munandi, og á Streymoynni eru fleiri enn 500 nýggjar íbúðir bygdar í tíðarskeiðinum. Í 2021 vóru heili 144 av 197 nýggjum bústøðum á Streymoynni íbúðir.

– Vit síggja framvegis ein stóran eftirspurning eftir sethúsum kring landið, men serliga eftirspurningurin eftir smærri búeindum er vaksin nógv seinastu árini. Alsamt fleiri føroyingar velja at selja stóru sethúsini, tá ið børnini eru flutt heimanífrá, tí tey ynskja sær ein minni bústað, ið er lættari at halda, sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn.

Hóast útboðið av íbúðum er størri enn áður, so veksur eftirspurningurin skjótari, og tað er við til at leggja trýst á prísin.

Vegurin inn á bústaðarmarknaðin
Umframt vaksandi eftirspurningin eftir íbúðum hjá eldra ættarliðnum, so standa smærri búeindirnar eisini ovaliga á ynskilistanum hjá teimum ungu, ið skulu fóta sær á bústaðarmarknaðinum.

– Sethúsaprísirnir hava verið støðugt vaksandi seinastu árini, og tað er ein avbjóðing hjá teimum, ið skulu seta búgv. Hóast rentan hevur verið lág, og tað í nógv ár hevur verið lutfalsliga bíligt at læna pening, so gera høgu sethúsaprísirnir tað trupult hjá ungum fólki at keypa eini hús. Tá eru ráðini ofta at byrja við at keypa eina íbúð, ið bæði kostar minni at keypa og halda, sigur Petur Mohr Niclasen.

Fólkavøksturin hevur verið umleið 800 um árið síðani 2018. Av teimum er helvtin í Tórshavnar kommunu, og hetta sæst eisini aftur í eftispurninginum.

[object Object]

Miðalprísurin á íbúðum hækkaði við umleið 170.000 kr. úr 2,50 milliónum í 2020 til 2,67 milliónir í 2021. Tað svarar til ein prísvøkstur á 7 prosent. Í fimm ára tíðarskeiðinum frá 2016 til 2021 hækkaði miðalprísurin á íbúðum við uml. 740.000 krónum úr 1,93 milliónum til 2,67 milliónir krónur. Tað er ein prísvøkstur á umleið 38 prosent.

Fyrstu fermetrarnir teir dýrastu
Broytta bústaðarmynstrið hevur við sær, at eftirspurningurin eftir íbúðum er vaksandi hjá bæði yngra og eldra ættarliðnum. Fleiri hava ráð til at bjóða upp á smærri bústaðirnar, og talan er eisini um lutfalsliga dýrar fermetrar.

Í 2021 var miðal fermetraprísurin á einari íbúð í høvuðsstaðnum undir 60 fermetrar 45.400 krónur, meðan fermetraprísurin fyri stóru íbúðirnar omanfyri 100 fermetrar í miðal var 27.200 krónur.

Í summum førum verða íbúðir eisini seldar fyri ein fermetraprís, ið liggur um 50.000 krónur. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir miðal fermetraprísir á íbúðum í Tórshavn í 2021.

[object Object]

Óviss framtíðarútlit
Í løtuni eru nógvar íbúðir í gerð, og fleiri byggiverkætlanir eru ávegis.

Kundar rinda ein høgan prís fyri nýggjar íbúðir, ið hava góða staðseting, og lítið bendir á, at tørvurin á smærri búeindum verður nøktaður í næstum. Tó eru tað nú nøkur viðurskifti, ið kunnu væntast at tálma stóra prísvøkstrinum, hevur verið seinastu árini.

Hækkandi rentur, vaksandi inflatión og kríggj í Evropa hava merkt árið 2022 higartil, og útlitini eru tí meira óviss enn áður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2022

13 Leygardagur 09. apríl 2022

Landsverk: 42 prosent skotið higartil

Nú eru tilsamans 1.712 metrar skotnir í nýggju tunlunum norður um Fjall

(Mynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Arbeiðið at byggja nýggju tunlarnar norður um Fjall á Borðoynni koyrir eftir ætlan, og í seinastu viku vórðu tilsamans 100 metrar skotnir.

Landsverk skrivar, at nú eru tilsamans 1.712 metrar skotnir, sum svarar til 42 prosent av samlaðu longdini.

Í farnu viku vórðu 52,5 metrar skotnir í Hvannasundstunlinum, og 47,5 metrar skotnir í Árnafjarðartunlinum.

Í Hvannasundstunlinum eru skotnir 993,5 metrar, og eftir eru 1.201,5 metrar. Í Árnafjarðartunlinum eru skotnir 718,5 metrar, og eftir eru 1.171,5 metrar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2022

14 Leygardagur 09. apríl 2022

Vandi fyri salmonella í Kinder-eggum

Danska matvørueftirlitið ávarar móti væl umtóktum søtmeti til børn

(Mynd: Visualhunt)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vanliga eru Kinder Surprise – eisini kend sum Kinderegg – knýtt at óvæntaðum upplivingum.

Men trupulleikar við reinførinum hjá einum útlendskum framleiðara ger nú, at vandi er fyri øðrum upplivingum enn teirri, sum fjalir seg í sjokulátaegginum, skrivar Ritzau.

Danska matvørueftirlitið, Fødevarestyrelsen, ávarar nú móti, at salmonella kann vera í fleiri av vørunum frá Kinder.

Hetta er orsøkin til, at Ferrero Scandinavia, sum eigur Kinder, nú kallar fleiri av vørum sínum aftur.

Talan er um vørurnar Kinder Surprise, Kinder Surprise Maxi, Kinder Schokobons og Kinder Mini Eggs.

Vørurnar, sum nú verða kallaðar aftur av danska marknaðinum, hava ymiskar best-fyri-dagsetingar. Tær eru seldar í matvøruhandlum um alt landið, upplýsir danska matvørueftirlitið.

Eftirlitið mælir brúkarum, sum hava keypt vørurnar um at lata tær aftur haðani tær eru keyptar, ella at beina tær burtur.

Salmonella kann elva til leyst lív, magapínu, fepur, høvuðpínu og kanska vaml og spýggju, alt frá nøkrum fáum døgum til fleiri vikur, skrivar Ritzau.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2022

15
Leygardagur 09. apríl 2022

Jógvan I gjørt roktúr undir Íslandi

Jógvan I hevur fiskað beint yvir 30 dagar, og hevur 300 tons við til lands

(Mynd: Bjarti Petersen)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Frystilínuskipið Jógvan I hevur havt rokfiskiskap undir Íslandi.

- Vit hava fiskað líka yvir 30 dagar og hava yvir 300 tons í lastini. Lastin tekur 280-290 tons, og restin er koyrd i tunnellina og í agnalastina, frætta vit av línuskipinum.

Tað hevur verði ein sera góður túrur, men tað hevur verið keðiligt veður allan túrin.

- Vit hava roynt hvønn dag hóast um vit hava haft nógvar dagar við nógvum vindi, og heilt upp í 40 m/s. So man kann ikki annað enn, at skipið er sera gott, og kann so at siga royna i øllum veðri.

Jógvan I kom á Kollafjørð at uppskipa lastina. Ætlanin var at fara avstað aftur longu fríggjakvøldið.

16 mans vóru við hendan túrin, og skipari var Heri Hendriksen úr Klaksvík. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2022

16
Leygardagur 09. apríl 2022

Hava keypt nýtt skip fyri Sandshavið

Eigararnir av ísfiskalínuskipinum Sandshavið, hava keypt eitt frystilínuskip úr Íslandi

Kristrún er avloysaraskipið fyri Sandshavið (Mynd: Shipspotting.com)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Talan verður um frystilínuskipið Kristrún úr Reykjavík, sum skal avloysa Sandshavið. Hóast Kristrún og Sandshavið eru javngomul, er Kristrún eitt stig rætta vegin tá ið talan er um menning.

Seinastu árini eru fleiri ísfiskalínuskip skift út ið frystilínuskip, og nú er so enn ein avloysing gjørd.

Eigararnir aftan fyri Sandshavið hava keypt eitt størri og betri skip fyri Sandshavið.

Nýggja skipið er 47,7 metrar langt og 9 metrar breitt, meðan Sandshavið er 34 metrar langt og 7,5 metrar breitt.

Skipið, sum helst fær navnið Sandshavið klárar at frysta 20 tons um samdøgrið, og hetta gevur munandi betri umstøður at reka fiskiskapin enn tað ger í løtuni. Eitt nú kunnu túrarnir í Grønlandi og Íslandi gerast longri og nýggja skipið kann eisini fara á Flemish Kap.

Nýggja Sandshavið er sama slag sum Kambur, Eivind og Jákup B, men eins og við Jákup B, er nýggja Sandshavið longt síðan tað var bygt.

Kristrún er í løtuni til fiskiskap, og verður yvirtikið um ein góðan mánaða.

Sambært Morgunblaðnum er Kristrún keypt fyri 324 milliónir íslendskar krónur, sum svarar til 17 milliónir danskar krónur. 

[object Object]Sandshavið verður nú skift út við eitt frystilínuskip (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2022

17
Leygardagur 09. apríl 2022

Gulllaksafiskiskapurin byrjaður

Gulllaksafiskiskapurin er skotin í gongd, og fyrsta parið er farið til fiskiskap sunnan fyri Føroyar

Polarhav og Stjørnan (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Seinastu árini hava trý pør fiskað føroysku gulllaksakvotuna, og í ár er einki undantak.

Talan er um pørini Polarhav og Stjørnuna, Eysturbúgvan og Vesturbúgvan umframt Skoraberg og Fuglberg.

Fyrsta parið, Polarhav og Stjørnan, var longu byrjað at fiska gulllaks seinasta vikuskifti, meðan hini bæði riggaðu til

Kvotan er hækka við 6.000 tonsum

Í 2021 var føroyska gulllaksakvotan 12.000 tons, men í ár er hon hækka við 6.000 tonsum, so hon í ár er 18.000 tons.

Pørini Polarhav og Stjørnan og Skoraberg og Fuglberg hoyra til Kósina í Klaksvík, har skipini eisini landa fast, og síðan verður gulllaksurin koyrdur í bilum til Tavuna í Leirvík, har gulllaksurin verður framleiddur. Tó verður ein partur av gulllaksinum landaður í Kollafirði hjá Faroe Pelagic.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin plaga sum oftast at landa gulllaksin á Toftum. Teirra veiða verður eisini koyrd í bilum til Tavuna.

[object Object]Vesturbúgvin og aftanfyri liggur Eysturbúgvin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2022

18
Leygardagur 09. apríl 2022

Íslendskt skip á beding hjá MEST

Bjarni Ólafsson kom á beding hjá MEST verður í Føroyum í nakrar vikur

(Mynd: MEST)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Íslendska skipið Bjarni Ólafsson kom á beding hjá MEST í undanfarnu viku.

Skipið, sum kom úr Neskaupstaði á eysturlandinum, kemur í høvuðsheitum at umvæla skrúvubløðini, sum skipið hevur havt ávísar avbjóðingar av. Harumframt verður ymiskt viðlíkahaldsarbeiði gjørt, og verður skipið eisini málað her, skrivar MEST.

Skipið verður væntandi í Føroyum í einar tvær til tríggjar vikur.

Bjarni Ólafsson er eitt stórt uppsjóvarskip sum er 64 metrar langt og 13 metrar breitt. Skipið, ið varð bygt í 1999, hoyrir heima á Akranesi. Hetta er fyrstu ferð, at skipið er til umvælingar á MEST.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2022

19 Leygardagur 09. apríl 2022

Føroyskt-íslendskt samstarv í alivinnuni

Magnus Rasmussen landsstýrismaður og íslendski matvørumálaráðharrin, Svandís Svavarsdóttir, stóðu í vikuni á odda fyri einari vitjan úr Íslandi, um menning og samstarv í alivinnuni. Tað er føroyska sendistovan í Reykjavík, sum hevur tikið stig til vitjanina

Íslendsku gestirnir hava vitjað føroyskar fyritøkur, sum gera loysnir til alivinnuna
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Magnus Rasmussen landsstýrismaður og íslendski matvørumálaráðharrin, Svandís Svavarsdóttir, hava hesa vikuna staðið á odda fyri einari vitjan úr Íslandi, um menning og samstarv í alivinnuni. Tað er føroyska sendistovan í Reykjavík, sum hevur tikið stig til vitjanina.

Íslendsku gestirnir komu mánadagin, og týsmorgunin bjóðaði Vinnuhúsið til evnisdag um møguleikar í alivinnuni.

Alivinnan er vorðin alsamt størri partur av føroyska búskapinum, og eisini í Íslandi gongur skjótt framá. Hetta skapar ikki einans sterkar alifyritøkur, men hevur eisini ført til stóran vøkstur hjá veitarunum til alivinnuna.

Arbeitt verður við alsamt meiri tøkniliga framkomnum loysnum, fyri at skapa burðardyggan og varandi vøkstur í alivinnuni. Millum annað við at framleiða í lokaðum eindum, og at víðka alingina út á opið hav.

- At flyta út á opið hav ber við sær stórar natúrligar og tøkniligar avbjóðingar, og tá er umráðandi, at vit ikki stremba eftir at vinna á, men altíð at arbeiða við náttúruni”, segði Magnus Rasmussen í røðu síni á evnisdegnum. Varandi vøkstur má vera burðardyggur og tað merkir m.a. at vit altíð mugu seta hægstu krøv til djóravælferðina og vistskipanina.

Á vitjanini hava íslendsku gestirnir vitjað nógvar føroyskar fyritøkur, sum gera loysnir til alivinnuna.

- Vit hava nógv at geva hvørjum øðrum, og eg vænti og vóni, at samhandilin millum okkum fer at vaksa komandi árini, men ikki nóg mikið við tí, burðardygg alivinna, bæði av fiski og tara, kann gera stóran mun í heimsins matframleiðslu, og við royndunum frá heimamarknaðinum kunnu vit eisini útflyta ráðgeving og alitøkni til alheims alivinnuna”, sigur Magnus Rasmussen.

Tíðindaskriv frá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2022

20 Leygardagur 09. apríl 2022

Íslendingar keypa føroyskt

Mikudagin skrivaðu Björn Hembre, stjóri í Arnarlax, og Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ, undir sáttmála, um bygging av nýbygningi nrummar 62. Talan er tvíkilju, ið verður 15 metrar long og 8,5 metrar breið, og tað verður triðja tvíkiljan, sum Arnarlax hevur frá KJ

Björn Hembre, stjóri í Arnarlax, og Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ Hyrdaulik, eftir at sáttmáli um nýggja tvíkilju er undirskrivaður
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikudagin skrivaðu Björn Hembre, stjóri í Arnarlax, og Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ, undir sáttmála, um bygging av nýbygningi nrummar 62.

Tvíkiljan verður 15 metrar long og 8,5 metrar breið. Tvíkiljan fær tveir framdriftsmotorar, á 500 hk hvør, og ein Himoinsa 115 KVA generator. Av deksútgerð kann nevnast ein radiostýrdur Palfinger 65 tons krani, ein kapstan á 1,5 tons og tveir á 3,0 tons.

Tvíkiljan er útgjørd við messu, vesi, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligari nautiskari útgerð.

[object Object]

Hetta verður sostatt triðja tvíkiljan, sum Arnarlax hevur frá KJ. Hinar eru Eygló, bygd í 2012, og Jónleyg, bygd í 2007.

Hetta er harafturat triði nýbygningur, ið verður bygdur til Vestfirðirnar í Íslandi, seinastu tvey árini. Fyri stuttum undirskrivaði KJ sáttmála við íslendska felagið Háafell, um bygging av nýggjari tvíkilju, sum verður latin kundanum í heyst. Í januar 2021 bleiv Tannanes latin til Arctic Fish.

Umframt tvíkiljurnar til Íslands, framleiðir KJ eisini aliringar á Ísafjørðinum til Háafell, og seinni í ár fer KJ undir at framleiða aliringar, ið eru 200 metrar í ummáli, til eysturlandið í Íslandi.

Tíðindaskriv frá KJ Hydraulik

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2022

21 Leygardagur 09. apríl 2022

Ternan rendi á land

Hon slapp sjálv leys aftur – kavarar hava staðfest, at ongin skaði kom á botnin

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinnapartin mánadagin rendi Terjan á land við Malarenda í Nólsoy. Sum skilst var tað eitt menniskjaligt mistak, sum var orsøkin til, at skiparin valdi at seta skipið á sandstrondina heldur enn at sláa ógvusligt bakk.

Tað tók ikki langa tíð at fáa skipið leyst aftur. Við at flyta akførini á bildekkinum aftur í skipið, kundi Ternan sigla avaftur við egnari hjálp.

Meðan skaðin varð kannaður, røktu Rescue Lív Nólsoyarsiglingina. 

Myndirnar hevur Evy Toftegaard Nielsen tikið.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2022

22 Leygardagur 09. apríl 2022

Ternan á beding eftir páskir

Frá 19. apríl og umleið tríggjar vikur fram verður Ternan á beding, og fer Erla Kongsdóttir at sigla á nólsoyarleiðini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Týsdagin 19. apríl fer Ternan á beding.

Tað skrivar Strandferðslan, sum metir, at Ternan verður á beding í umleið tríggjar vikur.

Meðan Ternan er á beding verður Erla Kongsdóttir sett í sigling á nólsoyarleiðini, og verður ferðaætlanin tann sama.

Týsmorgunin 19. apríl siglur Ternan fyrstu túrarnir av Havnini klokkan 06.45 og klokkan 07.45 og úr Nólsoy klokkan 07.15 og 08.15. Síðani tekur Erla Kongsdóttir yvir, og verður fyrsta fráferðin hjá henni av Havnini klokkan 12.30.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2022

23 Leygardagur 09. apríl 2022

Fyrsta Oy ølin komin á marknaðin

Ein avmarkað nøgd er tappað í kaggar og rennur nú úr kranum á ymiskum matstovum, hotellum og skeinkistøðum kring landið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tvey ár eftir at farið varð undir fyrireikingarnar til eitt nýtt føroyskt bryggjarí, kom fyrsta Oy ølin út í gjár, fríggjadagin.

Hesum boðaði bryggjaríið frá í tíðindaskrivi.

Fólk hava regluliga fregnast um gongdina, og afturvendandi boðini hava verið, at tey gleða seg til at sleppa at bíleggja ”oyna OY”. Fólkið hevur sostatt talað, og hava vit tí valt, at hendan fyrsta ølin sjálvandi bara skal eita OYN OY, sigur bryggjaríið.

Navnið sipar harvið bæði til eina øl og eina oyggj, og kann bert tíðin vísa, hvussu tað fer at ganga, tá fólk brádliga skulu bíleggja tvær av slagnum.

OYN OY er ein rein og frísklig pilsnarøl við einari alkohol styrki á 5,2 prosent. Hon hevur ein góðan maltsmakk og er løtt at drekka. Harafturat hevur hon ein væl javnvigaðan dám av hunangi, hoyggi og humlu.

Ein avmarkað nøgd er tappað í kaggar, og rennur nú úr kranunum á ymiskum matstovum, hotellum og skeinkistøðum í bygd og býi. Bryggjað verður við fullari ferð, so skjótt verður OYN OY at fáast kring alt landið, í bæði krana og í dós.

- Afturmeldingar hava higartil verið sera góðar, og vit eru sera spent at hoyra enn meira frá tykkum, sigur bryggjaríið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2022

24 Leygardagur 09. apríl 2022

Nýtt whisky frá Einar's Distillery – Tjaldursútgávan

Hesaferð er talan um eina samanseting av átta ymiskum tunnum – hugskotið til hesa fyrstu útgávuna í nýggjari røð er sprottið úr árstíðini, ið gerst alt ljósari

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin lat Einar's Distillery aftur eina whisky úr hondum.

Hesaferð er talan um eina samanseting av átta ymiskum tunnum. Seks 90 litra Oloroso sherrytunnur, ein 190 litra Bourbon barrel, og ein 50 litra Oloroso sherrytunna. Úrslitið er ein frálík fløska við 52 prosent styrki.

Hugskotið til hesa fyrstu útgávuna í nýggjari røð er sprottið úr árstíðini, ið gerst alt ljósari. Tjaldrið og litirnir á vakra tjóðfulgi okkara, ið er komin heim á klettarnar aftur. Hvíti liturin frá bourbon tunnuni, reyði liturin frá sherry fatinum, og so hendan eina tunnan, ið var sera myrk á liti, næstan svørt. 1.600 fløskur komu burturúr hesi tappingini, skrivar Føroya Bjór í tíðindaskrivi.

Edward Fuglø, listamaður, hevur myndprýtt útgávuna.

Smaksnoturnar í tí whisky, ið nú kemur, eru:

  • Color: Auburn
  • Nose: Lemon custard, forest fruits, chamomile, eucalyptus and red liquorice
  • Taste: Chocolate milk, honey, key lime pie, tropical fruits and vanilla
  • Finish: Walnuts, tannins, malt and dark chocolate

Einar´s Whisky – Tjaldursútgávan fæst til keyps í Rúsdrekkasølunum kring landið, í Duty Free á Flogvøllinum, og handlinum á Norrönu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2022

25 Leygardagur 09. apríl 2022

Børnini í Miðgarði ganga undan á umhvørvisøkinum

Í barnagarðinum í Miðvági eru tey farin undir at arbeiða við einum endurnýtsluverkstaði, har børnini kunnu brúka sín kreativitet at skapa ymiskt úr endurnýtslutilfari, sum annars endar sum burturkast

(Mynd: Vága kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í fjør byrjaði ein nýggj verkætlan í Miðgarði – barnagarðinum hjá Vága kommunu í Miðvági. Har eru tey farin undir at arbeiða við einum endurnýtsluverkstaði, har børnini kunnu brúka sín kreativitet at skapa ymiskt úr endurnýtslu tilfari, sum annars endar sum burturkast.

Tað ganga 100 børn í Miðgarði, í trimum vøggustovum, trimum barnagarðsstovum, einari stovu til tey seks ára gomlu, og eini serstovu. Tað arbeiða 35 starvsfólk á stovninum, harav 16 eru námsfrøðingar.

Tilgongdin til eina burðardygga menning setur krøv til starvsfólkini og børnini, soleiðis at tey m.a. skulu hugsa um nýtslu og lívshátt, og tørvin hjá komandi ættarliðum, náttúruna o.s.fr. Starvsfólkini leggja tí stóran dent á námsfrøðina, og gera sær nógvar námsfrøðiligar hugsanir, tá slíkar verkætlanir verða mentar og settar í verk í Miðgarði, skrivar Vága kommuna.

At arbeiða við endurnýtslu, at skapa okkurt úr onkrum, sum annars hevði farið burtur, og at hava eina burðardygga menning, gevur børnunum møguleika fyri djúphugsni, har tey gerast hugbundin, soleiðis at tey fáa stimbrað og ment sítt hugflog og skapandi evni enn meira, samstundis sum tey læra at um umhvørvið.

Fyri at hava eitt stórt og fjølbroytt úrval av tilfari, at arbeiða við á endurnýtslu verkstaðnum, eru børnini, foreldur og vinnan í Vágum tikin við í uppbyggingina av verkstaðnum. Heitt varð á tey um at lata inn tilfar og burturkast, sum annars fer burtur, til endurnýtslu verkstaðið, og hevur hetta eydnast væl, skrivar kommunan.

Úr burturkasti og endurnýtslu, hava børnini millum annað gjørt sær eitt akvarium úti í gongini, har tey kunnu hugsavna seg og læra um lívið undir vatnskorpuni, eins og tey brúka sítt hugflog til at skapa ymisk fiskasløg og annað lív í sjónum.

[object Object](Mynd: Vága kommuna)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2022

26 Leygardagur 09. apríl 2022

Savnaðu yvir 50.000 krónur til Ukraina

Í farnu viku skipaði StÍF fyri stuðulstiltaki á Skála – á skránni var m.a. veterandystur, uppboðssøla og tombola

(Mynd: Egin Tollaksson Kass)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nógv fólk møttu til stuðulstiltakið í høllini á Skála 31. mars, sum kvinnuliðið og mansliðið hjá StÍF skipaðu fyri.

Fólk stóðu í kø til vørutombula, og tað tók einans 15 minuttir at selja seðlarnar. Til stuðulsdystin millum mansveteranar hjá StÍF og Kyndli møttu eisini nógv fólk, og dysturin endaðaði 26-19 til StÍF.

Eftir stuðulsdystin var uppboðssøla av leikaraklæðunum hjá kvinnunum og monnunum frá seinasta kappingarári, og komu áleið 30.000 krónur inn hesa løtuna. Inn komu tilsamans meira enn 50.000 krónur. Peningurin fer allur til hjálp í sambandi við flóttastøðuna í Ukraina, og verður hann í næstum latin Reyða Krossi Føroya.

– Tiltakið var sera væl eydnað, og StÍF kvinnu- og mansliðið takka hjartaliga øllum stuðlunum fyri góða undirtøku, skrivar StÍF.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2022

27 Leygardagur 09. apríl 2022

Bryggjan eitur nú Silkienni

Bygdarráðið í Vestmanna valdi eitt annað navn til  hølið enn tað, ið vann navnakappingina

(Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í februar skrivaði Vestmanna kommuna út navnakapping til hølið á havnaøkinum, sum seinast hevur verið kallað Bryggjan. Vestmanna Kommuna hevur leigað hølið síðan 2017, og hevur nú sett umvælingar í verk til tess at dagføra tey til miðalstór mentanarlig tiltøk.

Í hesum sambandi var eisini bjóðað til navnakapping. Tá ið freistin at senda inn uppskot til navnakappingina var farin, vóru 20 uppskot innkomin. Vestmanna Bygdarráð viðgjørdi uppskotini og fann ein vinnara teirra millum.

Virðisløn á 3.000 krónur varð latin Ditte Mathildu Joensen fyri besta uppskotið.

Men á bygdaráðsfundi í Vestmanna í farnu viku varð samtykt at geva hølinum eitt annað navn, enn vinnandi uppskotið. Navnið á hølunum verður tí Silkienni.

Silkienni er eitt staðarnavn í Teistansskor, norðan fyri Vestmanna.

Silkienni er eisini eitt kent navn innan mentan í Vestmanna. Tá vestmenningurin, Hannis Egilsnes, sum var ein undangongumaður, tá ið talan er um at skipa fyri ymiskum mentanarligum tiltøkum. Hesi vóru millum annað skipað undir navninum “Silkienni”.

“Silkienni er ikki einans eitt vakurt navn, tað er eisini eitt tað vakrasta staðið í Vestmanna Kommunu.” – Hannis

Meirilutin í Vestmanna Bygdarráðið metti, at hetta var eitt hóskandi navn til eitt mentanarhøli, sum eisini er ætlað borgarum í Vestmanna at leiga til ymisk tiltøk, skrivar heimasíðan hjá Vestmanna kommunu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2022

28 Leygardagur 09. apríl 2022

Byggja heilsumiðstøð í gamla FK-bygninginum

Fuglafjarðar kommuna hevur skrivað sáttmála við Heildarverk

Dávur Juul, borgarstjóri, og Tórfinn Nón frá byggifyritøkuni Heildarverk skrivaðu undir sáttmála í dag (Mynd: Fuglafjarðar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Meðan byggingin av nýggja snotiliga skúlanum í Fuglafirði er farin fram, hevur stórur partur av næmingunum í Fuglafjarðar skúla havt skúlastovur í reyða bygningin longur ‘norðuri’ í bygdini, sum Føroya Keypsamtøka bygdi í síni tíð.

Nú nýggi skúlin er liðugur, stendur gamli FK-bygningurin, sum kommunan hevur yvirtikið, tómur, men tað verður ikki leingi.

Avgjørt er at innrætta nýggja læknaviðtalu, heilsumiðstøð, í bygninginum.

Fuglafjarðar kommuna skrivar á Facebookvanga sínum, at sáttmáli hósdagin varð undirskrivaður við felagið Heildarverk, sum verður heildarveitari av arbeiðinum at umbyggja og innrætta heilsumiðstøðina í gamla FK-bygninginum

[object Object]Nú verður hesin bygningurin innrættaður til heilsumiðstøð (Mynd: Google)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2022

29 Leygardagur 09. apríl 2022

Dugni letur upp sølubúð í býnum

Sølubúðin í hølunum hjá LBF á gongugøtuni í Havn lat upp mánadagin

(Mynd: Dugni)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mánadagin 4. apríl lat nýggj sølubúð hjá Dugna upp í hølunum hjá LBF á gongugøtuni í Havn.

Sambært Dugna er tað eina sølubúð við serstøkum lutum – tað er serliga ný- og endurnýtsla, ið setur sín dám á sølubúðina.

– Í vindeygunum sært tú serstakar lampur og stakar í ymiskum skapi og hondgjørd kertuljós samansett við serstøkum brúkslutum. Fuglahús, skamlar og hillar evnað úr plattum standa runt um í hølinum saman við eldri og nýumvældum stólum. Ein rúgva av tógvrestum og bindiútgerð er samlað til høvið, sum skapar hugna í hølinum saman við flættaðu urtapotta-upphangunum.

– Okkurt er tilevnað á verkstøðunum hjá okkum í Suðuroy, okkurt á Kambsdali og ein stórur partur kemur frá Tinghúsinum og verkstøðunum á Hjalla. Tað eru næmingar og arbeiðsfólk á Dugna, sum standa aftanfyri nýggju sølubúðina.

– Dugni stendur við eitt vegamót. LBF hevur rætt út hondina til samstarv, og Dugni kann tí byrja nýtt virksemi við spennandi samstarvsmøguleikum fyri framman. Uppgávan hjá Dugna verður at passa móttøkuna fyri LBF, at taka ímóti vitjandi á LBF og samstundis at hava opið í sølubúðini gerandisdagar kl. 10 – 15, skrivar Dugni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2022

30 Leygardagur 09. apríl 2022

Borgarstjórin er farin í barnsburðarfarloyvi

Magnus Skoralíð røkir borgarstjórasessin í Eysturkommunu, til Per Martin Gregersen er aftur

Magnus Skoralíð er fyribils borgarstjóri í Eysturkommunu (Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Í samband við at Per Martin Gregersen, borgarstjóri, gjørdist pápi síðsta sunnudag, er hann í barnsburðarfarloyvi í nakrar vikur. Hesa tíðina er Magnus Skoralíð virkandi borgarstjóri í Eysturkommunu.

Soleiðis skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni.

Per Martin Gregersen gjørdist borgarstjóri í kommununi, eftir at hann var fyrstvaldur á Borgaralistanum við kommunuvalið í 2020. 

Magnus Skoralíð var næstvaldur á listanum - og samanlagt - og skal nú fyribils røkja sessin.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2022

31 Leygardagur 09. apríl 2022

Fríðka um á Tvøroyri

Miðbýurin á Tvøroyri gerst grønari og í vikuni vórðu trø sett niður á parkeringsøkinum millum Strandferðsluna og BetriBanka

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fríðkanin av miðbýnum á Tvøroyri heldur fram, og í vikuni vórðu trø sett niður á p-økinum millum Strandfaraskip Landsins og Betri Banka. 

Tað skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.

- Trøini eru av slagnum bornholmskt boyniberjatræ og eru keypt úr Hollandi. Trøini eru fimm metrar høg og snøgt sær tað út, nú tey eru sett niður. Vónin er at trøini koma at trívast, so vit innan stutta tíð síggja grønar spírar á greinunum, skrivar kommunan.

Miðskeiðis í býnum, á p-økinum millum Bónus og Býarsavnið, eru vakrir plantupottar settir upp. Ymiskar plantur eru plantaðar í teir, ið blóma ymiskar tíðir av árinum.

Á trøðni við gomlu roykstovuna hjá T.F. Thomsen er eisini nógv arbeiði í gongd. Trøðin verður gjørd til grønt øki við beinkjum, borðum og parkour-øki til ungdómin.

Í næstum verður farið undir at gera eina gøtu gjøgnum trøðna. Gamli hjallurin á trøðni, verður eisini tikin niður komandi tíðina. Trøini eru av fleiri ymiskum sløgum: Japanskt royniberjatræ, fuglakirsiberjatræ, sírenutræ, navr (ahornsslag), kirsuberjablomma, berjamispil og tyrnirunnur. 

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2022

32 Leygardagur 09. apríl 2022

Sáttmáli gjørdur um viðarlund og trivnaðarøki á Argjum

Sáttmáli millum Urtagarðstænastuna og Tórshavnar kommunu varð undirskrivaður hósdagin, og ætlanin er, at arbeiðið er liðugt 1. desember

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinnapartin hósdagin varð sáttmáli undirskrivaður við Urtagarðstænastuna um at gera ætlaðu viðarlundina og trivnaðarøkið á Argjum, sum Tórshavnar býráð samtykti í sambandi við risastóru útstykkingarnar á Argjahamri.

Býráðið samtykti í fjørsummar at søkja Búnaðarstovuna um keyp av lendi til útstykking umframt viðarlund á Argjum.

Talan er um at gera upp til 200 nýggjar bústaðareindir omanfyri Argjahamar við Glyvursvegin. Tað verður tætt og blandað byggjarí við rað- og randarhúsum og møguliga einstøkum sethúsum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Heimari endin á Glyvursvegnum omanfyri Argjahamar móti rundkoyringini verður fluttur burturfrá havagørðunum og nakað niðaneftir. Samstundis verður gjørd ein viðarlund niðanfyri Argjahamar og heimeftir undir Glyvursvegnum.

Ein ætlan er gjørd fyri komandi viðarlundina og trivnaðarøkið, soleiðis at tað verður væl skipað við trøum, plantum, lendisgøtum, uppihaldsøkjum vm.

Ætlanin fyri viðarlundina og trivnaðarøkið á Argjum varð boðin út til veitarar innan lendisarkitektur. Fýra veitarar lótu inn tilboð, og eftir samráðingar fall valið á Urtagarðstænastuna.

Hósdagin varð so sáttmáli undirskrivaður við Urtagarðstænastuna, sum fer í gongd við arbeiðið beinanvegin. Ætlanin er at arbeiðið er liðugt 1. desember í ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2022

33 Leygardagur 09. apríl 2022

Leggja nú fipur í Streymnesi

Øll húsarhald í kommununi skulu hava hetta, og í løtuni er tað í Streymnesi og á Streymnesvegnum, at arbeitt verður. Hetta kann tarna ferðsluni nakað, skrivar sunda.fo

Mynd: Pól Sundskarð
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í Sunda kommunu er ein verkætlan í gongd, sum snýr seg um, at í hvørt húsarhald í kommununi skal hava fipurnet.

Arbeitt verður í løtuni við at leggja hetta inn, og nú er tað Streymnes, ið eigur tørn. 

- Í løtuni verður arbeitt við at leggja fipur kaðlarnar á Streymnesvegi frá nr. 114 til 50. Arbeitt verður har í økinum nakrar vikur fram og flyta seg síðan heim eftir Streymnesvegnum.

Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari og boðar samstundis frá, at í sambandi við arbeiði kann ferðslan verða tarnað á Streymnesvegi; heitt verður á fólk um at vísa varsemi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2022

34 Leygardagur 09. apríl 2022

Gunnhild Persson nýggjur aðalskrivari í Sinnisbata

27 ára gamla Gunnhild er útbúgvin innan politikk og umsiting – hon tók við starvinum 1. apríl eftir Lauru Apol, sum hevur røkt starvið seinastu fimm árini

Gunnhild Persson tók við starvinum 1. apríl (Mynd: Sinnisbati)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Gunnhild Persson er sett í starv sum aðalskrivari í Sinnisbata.

Gunnhild Persson er 27 ára gomul, býr í Havn og er útbúgvin innan politikk og umsiting. Hon hevur gott innlit í føroyskar áhugafelagsskapir og hevur fleiri ára royndir í nevndararbeiði. Hon hevur eitt breitt innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og politisku skipanina, skrivar Sinnisbati í tíðindaskrivi.

Gunnhild fer sum aðalskrivari í Sinnisbata at hava ábyrgd av dagligu umsitingini og samskipan av størri verkætlanum og tiltøkum, umframt átøkum og kunningararbeiði. Harafturat fer hon at arbeiða við limarøkt og fundraising.

Gunnhild tók við starvinum sum aðalskrivari 1. apríl eftir Lauru Apol, sum takkaði fyri seg í mars eftir fimm ár í starvinum.

Átta umsóknir komu inn til starvið sum aðalskrivari í Sinnisbata.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2022

35 Leygardagur 09. apríl 2022

Bilsin Tina fekk rimmar móttøku í Havn í dag

TV2 kom til Føroya við Tinu at gera upptøkur til X Factor finaluna. Skipað varð fyri stórslignari móttøku í City Church, har borgarstjórin tók ímóti

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tina og Kári komu víðari til finaluna í X Factor. Og sunnudagin kom TV2 við Tinu til Føroya at gera nakrar upptøkur í sambandi við finaluna.

Tað, ið Tina ikki visti var, at skipað var fyri stórslignari móttøku í City Church, har borgarstjórin tók ímóti henni. Ein bilsin Tina kom inn í salin, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði nøkur fá orð um tann tónlistarliga og mentanarliga týdning, hennara familja í fleiri ættarlið hevur havt fyri Havnina, nógv av tí sprottið úr Evangelliihúsinum, sum í dag eitur City Church.

Borgarstjórin segði stutt, at øll Havnin og allar Føroyar fylgja við og stuðla uppundir finaluna og ynskti Tinu tillukku við finaluplássinum.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2022

36 Leygardagur 09. apríl 2022

KvF hevur góð hyggjaratøl

Væl oman fyri 50 prosent hyggja at Degi og Viku um kvøldarnar. Regluliga ítróttasendingin 3-2 er eisini væl umtókt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nýggjastu hyggjarakanningarnar vísa, at hyggjaratølini hjá KvF eru góð. 57,6 prosent hugdu at Degi og Viku mánakvøldið 7. mars, og talið váttar gongdina seinastu mánaðirnar, sigur kringvarpsstjórin.

– Tað vísir seg, at fólk í ringum tíðum – antin tí kríggj, umfarssótt ella okkurt annað ger um seg – leita til public service-rásirnar, tí har vænta tey at fáa álítandi tíðindi. Hetta síggja vit eisini aðrastaðni, sigur Ivan Hentze Niclasen.

Hann leggur afturat, at tølini eru vorðin alsamt betri, síðani Kringvarpið broytti konseptið fyri Dag og Viku fyri fáum árum síðani.

Kringvarpið hevur fingið tølini fyri, hvussu nógv hyggja at ávísum sendingum.

Fríggjakvøldið 25. mars hugdu 55,2 prosent at Degi og Viku. Tølini fyri Dag og Viku liggja væl oman fyri líknandi tøl fyri tíðindasendingar í okkara grannalondum.

Stuðulskonsertin fyri Ukraina fekk góða undirøku
Stóra stuðulskonsertin til frama fyri Ukraina sunnukvøldið 27. mars gav Reyða Krossi 8,3 milliónir krónur at brúka til tey neyðstøddu. Eisini her vóru hyggjaratølini góð. Út við helmingurin – 48 prosent – hugdu eftir konsertini, sum var send úr Lívdini í Hoyvík.

Landsdysturin móti Gibraltar 26. mars savnaði 26,4 prosent framman fyri sjónvarpsskíggjan. Vanliga eru hyggjaratølini fyri landsliðið væl hægri, men mótstøðuliðið og tað, at dysturin var spældur leygardag kl. 17 hava helst gjørt mun, heldur kringvarpsstjórin.

Hann leggur afturat, at hyggjaratølini fyri ítrótt sum oftast eru góð. Eitt nú hyggja yvir 30 prosent eftir 3-2 sendingunum mánakvøld.

Tað er Spyr.fo, sum hevur gjørt hyggjarakanningarnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2022

37 Leygardagur 09. apríl 2022

Glitrandi gimsteinar í Müllers Pakkhúsi

Forkunnuga framsýningin hjá Tórshavnar Kvøldskúla húsaðist fyri fyrstu ferð í tí søguliga og vakra umhvørvinum í Müllers Pakkhúsi

Frá framsýningini hjá Tórshavnar Kvøldskúla í Müllers Pakkhúsi (Myndir Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Seinasta vikuskiftið hevði Tórshavnar kvøldskúli sína árligu næmingaframsýning, hesaferð í Müllers Pakkhúsið. Jan Müller skrivaði hesa reportaguna frá síni vitjan á framsýningini:

Dámar tær alskyns litir og fjølbroytt føroyskt handverk alt í einum, so er at skunda sær. Tí framúr flotta framsýningin hjá Kvøldskúlanum í Havn letur aftur í dag kl. 18. Har síggja vit úrslitið av arbeiðinum hjá teimum mongu, sum hava gingið í kvøldskúla hetta seinasta árið. 

[object Object]

At standa uttan fyri henda gimsteinin av einum húsum og so brádliga støkka innar og har verða opinberaður við teimum mongu fjølbroyttu lutunum í alskyns litum á framýningini, er nakað heilt serligt.

[object Object]

Tórshavnar Kvøldskúli má sigast at hava rakt í plett, tá hann fekk allar tær tríggjar hæddirnar í pakkhúsinum at sýna fram alt frá føroyskum klæum til málningar og vovin teppi av alskyns slag.

[object Object]

Áður hava framsýningarnar verið á Eysturskúlanum, og alt gott um tað. Men í hesum sera snotuligu og forkunnugu hølunum koma tey mongu handarbeiðini veruliga til sín rætt. Her er ljóst og sera gott pláss.

Umframt gleðina at síggja mongu lutirnar er tað eisini ein sonn uppliving og kensla bara tað at vera staddur í væl varðveittu og vælhildnu húsunum frá 1890-unum - eini hús, sum siga frá eini merkisverdari søgu og fólki kring hana, ið bert fáum plássum er beskorið. 

[object Object]Jógvan Sørin Hansen, stjóri í Tórshavnar Kvøldskúla her saman við Óla Jacobsen, rithøvunda 

Í hesum sambandi helt rithøvundin Óli Jacobsen fyrilestur fríggjadagin, har hann greiddi frá húsunum og søgu tess, og her eisini um Müllers familjuna, ið var upprunin til pakkhúsið. Leygardagin vóru tónleikaframførslur í húsinum. 

[object Object]

[object Object]

At eiga slíkan bygning eigur høvuðsstaðurin at vera errin av. Henda fyrsta væleydnaða royndin at lata dyrnar upp fyri Kvøldskúlanum eigur at geva okkara avvarandi myndugleikum íblástur til at seta út í kortið, hvussu hesi húsini kunnu verða brúkt enn meira í framtíðini. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2022

38 Leygardagur 09. apríl 2022

Gandafloytan – ein barnaopera

Spennandi verkætlan í gongd á Tjóðpalli Føroya

(Mynd: FaroePhoto / Opera.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hesar dagar er ein spennandi verkætlan í gongd á Tjóðpalli Føroya. Talan er um “Gandafloytuna” eftir Mozart, sum er umskrivað til eina føroyska barnaoperu. Hetta er ein samstarvsverkætlan millum Tórshavnar Kvøldskúla, Tjóðpall Føroya og Opera.fo.

Gandafloytan snýr seg um unga prinsin Tamino, sum er vilstur í einum fremmandum landi. Her hittir hann fuglafangaran Papageno, sum skal hjálpa honum at bjarga dóttur Náttardrotningina, Paminu.

Operan, sum annars er hálvan triðja tíma til longdar, er í hesi útgávuni skorin niður í ein tíma, við einum frásøgufólk, tveimum operasangarum og fjúrtan ungum áhugaleikarum í aldrinum 8-12 ár.

Leikararnir eru næmingar í sjónleikarbólkinum hjá Tórshavnar Kvøldskúla, og tey bæði spæla sjónleik, spæla á ljóðføri, dansa og syngja. 

Operasangararnir eru amerikanski Douglas Yates og Birita Adela Davidsen, sum eisini eigur hugskot og handrit. Frásøgufólk er Annfinnur Heinesen, og Jóhannes Andreasen er konsertmeistari, og hevur klaverfylgispælið til sýningarnar. 

Gandafloytan hevur nógvan vakran, kendan tónleik, og eru útvald brot úr hesum við í sýningini. Náttardrotningin syngur m.a. kendu ariuna “Der Hölle Rache” og høvuðspresturin í Vísdómstemplinum, Sarastro syngur “O Isis und Osiris”.  Hesar báðar ariurnar verða sungnar á týskum, meðan frásagnir, replikkir og allir aðrir sangir eru á føroyskum. 

Tvær sýningar hava verið í vikuni. Triðja sýningin er í dag kl. 16. 

Myndir: FaroePhoto / Opera.fo

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2022

39 Leygardagur 09. apríl 2022

Beatles-kvøld við Brouci Band og Deiggj

Ein av bestu Beatles Tribute-bólkunum vitjar í Føroyum á øðrum sinni

Brouchi Band
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í sambandi við, at ein av bestu Beatles-fagnaðarbólkunum aftur vitja í Føroyum, verður dansur í Dansifrøi í Havn í kvøld við Beatles tónleiki, og eisini fara Deiggj at spæla góðan 70’ára tónleik.

Brouci Band – The Beatles Tribute er ein sera vælumtóktur bólkur og eru nógv eftirspurdir. Orsøkin til henda stóra popularitetin er fyrst og fremst, teir spæla og syngja sera væl og teir leggja dent á, at gera eitt show har teir lýsa ymisk tíðarskeið hjá Beatlunum. Á skránni eru øll tey kendu hittini, m.a. “A hard days night”, “I feel fine”, “Michelle”, “Yesterday”, “All my loving”, “With a little help from my friend”, “Help”, “Hey jude” o.s.fr.

Áhugin er, eins og í 2019, sera stórur fyri Beatles kvøldinum og fólk møta tíðliga.

Brouci Band leggja dent á at skapa røttu Beatles ljóðmyndina við at nýta somu ljóðføri sum Beatlarnir nýttu, eitt nú Höfner violinbassin, gráa Ludvig trummusettið, sum kemur úr Klaksvík, Rickenbacker guitarar og eyðkendu VOX forsterkararnar. Hartil hava teir fingið seymað eyðkendu Beatles búnarnar og skifta klæðir so tey passa til tey ymsu tíðarskeiðini hjá beatlunum.

[object Object]Deiggj

Deiggj, sum enn halda sín 40 ára føðingardag, hava seinastu seinastu tíðina verið í upptøkuhølunum og arbeitt við einari nýggjari LP, sum kemur at eita “Tíð”. Tvey av løgunum koma í næstum út sum stakløg.

Deiggj eru seinastu árini vorðnir kendir fyri at spæla nógvan 70’ara tónleik, og tí fara sjálvandi at spæla nøkur løg frá hesum tíðarskeiðnum, men høvuðstemaið fyri kvøldið er Beatles, sum Brouci Band stendur fyri og eru meistarar til at framføru.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2022

40 Leygardagur 09. apríl 2022

Føroyskir filmar í London

Heili seks ymiskir føroyskir filmar hava hesa vikuna verið sýndir fyri fyrstu ferð í London

"Trøllabeiggi" eftir Gudmund Helmsdal er ein av filmunum, sum verður vístur í London (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nógv er í løtuni á skránni innan føroyska filmsøkið, eisini í Bretlandi í hesum døgum.

Heili seks ymiskir føroyskir filmar hava í døgunum 2.-9. apríl verið sýndir fyri fyrstu ferð í London. Filmarnir eru vístir á tveimum ymiskum festivalum, ið hava sum felags mál at seta fokus á norðurlond og norðurlendska mentan.

"Trøllabeiggi" og "Skál" vórðu vístir á South Social Film Festival 2 apríl á Riverside Studios í Hammersmith. Við til sýningarnar var Gudmund Helmsdal, ið hevur gjørt filmin "Trøllabeiggi", umframt Dania O. Tausen og Trygvi Danielsen, sum eru høvuðspersónirnir í filminum "Skál". Dania og Trygvi framførdu eisini til tiltakið.

Filmshúsið hevur stuðlað luttøku teirra í London, og Sendstova Føroya er við til at stuðla samskipan av tiltakinum.

Hetta vikuskiftið verða "111 góðir dagar", "Sum einglar vit falla", "Julian’s Ladder" og tveir partar av nýggju sjónvarpssendingini, "Seks spurningar um at vera menniskja", vístir á Nordic Exposure Festival hjá Jackson’s Lane í Highgate.

Marita Dalsgaard, sjónleikari og leiklistaframleiðari, hevur valt filmarnar til skránna, og verður sjálv við at presentera teir. Føroysku filmskvøldini á Jackson’s Lane eru føroyska íkastið til Nordic Exposure festivalin, ið varir frá mars til mai við fjølbroyttari skrá, ið eisini fevnir um sjónleik, sirkus og annað.

Festivalurin hevur fingið stuðul úr Norðurlanda Ráðharraráðnum (Nordisk Kultur Kontakt). Sendstova Føroya er eisini við til at stuðla festivalinum.

Tíðindaskriv frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2022

41 Leygardagur 09. apríl 2022

Janus Wiberg hitar upp fyri James Arthur í summar

Havnarmaðurin fer í summar at hita upp fyri heimsstjørnuna, sum fer at framføra á Nordstrand

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Janus Wiberg fer í summar at hava sína størstu framførslu higartil. Tað verður tá hann á Nordstrand festival tann 21. juli fer at hita upp fyri heimsstjørnuna James Arthur.

Stóra hittið hjá James Arthur er “Say You Won’t Let Go”, sum hevur næstan tvær milliardir avspælingar á Spotify.

- Eg gleði meg øgiliga nógv. 30.000 atgongumerkir verða nú sett til sølu, so tað er fyri ikki at siga for nógv, at hetta er tað størsta eg havi roynt, sigur Janus Wiberg, sum í næstum kemur út við nýggjum sangum.

- Tað hevur verði sera hart hesa corona tíð, men nú sær tað øgiliga spennandi út. Eg elski at gera musik og dreymurin er at fólkini eisini fara at dáma tað eg geri.

Tað eru nøkur ár síðani, at vit á fyrsta sinni hoyrdu um Janus Wiberg. Í 2017 hittaði hann við løgunum “Mítt vakra Føroya land” og “Liva her og nú”. 

Janus Wiberg hevur seinastu trý árini arbeitt saman við framleiðaranum Søren Balsner, sum eisini er kendur frá Carpark North. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2022

42 Leygardagur 09. apríl 2022

Tatt Fest verður í Norðurlandahúsinum í ár

Tattoveringsráðstevnan verður ein sorgblíð fagnaðarveitsla til minnis um stigtakaran Fjølnir Geir Bragason, sum doyði í vetur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eftir tvey koronarakt ár við nógvum tilmælum og avmarkingum, verður nú aftur skipað fyri Føroya Tatt Fest! – har møguleiki eisini verður at koma og prika seg!

Føroya Tatt Fest er einasta føroyska tattoverings ráðstevna, ið er serstøk við sínum festivalkenda dámi. Ársins Tatt Fest verður hildið í Norðurlandahúsinum í døgunum 20. til 22. mai.

Til tiltakið koma 23 tattoveringslistafólk, sum kunnu teljast millum heimsins bestu innan sítt yrki. Meginparturin av hesum listafólkunum koma uttanlands frá, og tjóðskapir teirra eru sera fjølbroyttir.

Aftur at tattovørunum verður eisini annað at uppliva. Á skránni er m.a. ein stuðulskonsert, myndlistaframsýning, fyrilestrar, handan av virðislønum til tattovørar fyri framúr avrik, og at enda frumframsýning av einum dokumentarfilmi.

Í desember 2021 andaðist stigtakarin og stovnarin av felagnum og FO Tatt Fest, íslendingurin Fjølnir Geir Bragason, betri kendur sum Fjølnir Tattoo. Ársins tatt fest verður av tí sama sera merkt av at hesin megnar maður ikki er í millum okkum longur.

Fjølnir tók stig til FO Tatt Fest saman við Palla Sch. Thorsteinsson í 2011. Í ár fyllir Tatt Fest eisini 10 ár.

- Ársins Tatt Fest verður sostatt ein sorgarblíð fagnaðarveitsla. Vit ynskja at hátíðarhalda Fjølnir og alt tað, sum hann var fyri tattoo heimin, umframt at hátíðarhalda 10 ár av Tatt Fest í Føroyum, siga fyrireikararnir.

Burtur úr umfatandi skránni kann nevnast, at fríggjadagin 20. mai kl. 17 heldur Maya Sialuk fyrilestur um inuit tattoveringar og tilhoyrandi siðaarv. Leygardagin verður fyrilestur um sjómannatattoveringar. Um kvøldið verður stuðulskonsert til frama fyri avvarandi hjá Fjølni.

Sunnudagin endar ein uppboðssøla av málningum hjá Livari Nysted, har peningurin fer óskerdur til Sinnisbata.

Afturat skránni er myndlistaframsýning í dansistovuni, og spontan innsløg kunnu eisini væntast.

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2022

43 Leygardagur 09. apríl 2022

Tríggjar Grammy-virðislønir til Foo Fighters

Foo Fighters áttu bestu rockútgávuna, bestu rockframførsluna og besta rocksangin

Her framføra Foo Fighters á festivali í Stórabretlandi (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mánanáttina okkara tíð vann amerikanski rockbólkurin Foo Fighters tríggjar Grammy-virðislønir.

Talan var um virðislønina fyri besta rockútgávu fyri útgávuna "Medicine at Midnight", besta rockframførslu fyri "Making a Fire" og besta rocksang, sum var "Waiting on a War".

Góða viku frammanundan andaðist trummusláarin í bólkinum, 50 ára gamli Taylor Hawkins. Hann varð funnin deyður á hotelkamari sínum í Bogotá í Kolumbia, har bólkurin skuldi framføra sama dagin á lokala festivalinum Estéreo Picnic.

Kanningar hjá rættarlæknum hava funnið fleiri rúsevni og heilivág í kroppinum hjá honum, harímillum marijuana og heilivág fyri tunglyndi. Tað er ógreitt, um hesi evni eru orsøk til, at hann doyði.

Í kjalarvørrinum á hesum avlýsti Foo Fighters allar tær konsertirnar, sum bólkurin skuldi spæla í USA og Evropa í ár.

Foo Fighters varð stovnað í 1994, og síðan 1997 hevur Taylor Hawkins verið trummusláari. Eingin av núverandi limunum í bólkinum møttu upp til Grammy-handanina, skrivar Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2022

44 Leygardagur 09. apríl 2022

Will Smith farin úr Oscar akademinum

Eftir tað, sum fór fram undir Oscar-handanini undanfarna vikuskifti, hevur hann sjálvur tikið avgerð um at fara frá, sigur hann

Will gav skemtaranum Chris Rock ein lúsing á pallinum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Will Smith er farin úr Oscar-akademinum.

Hann upplýsir fyri amerikanska miðlinum Variety, at hann sjálvur hevur tikið avgerð um at fara frá, eftir hann gav skemtaranum Chris Rock ein lúsing á pallinum undir Oscar-handanini síðsta vikuskifti.

Orsøkin var, at Chris Rock skemtaði við konu Will Smith, Jada Pinkett Smith.

53 ára gamli Will Smith sigur sjálvur, at gerð hansara var ófyrigevilig, og ætlar hann at góðtaka ta revsing, hann fær frá Oscar akademinum.

Í Oscar akademinum sita fólk úr filmsvinnuni. Mann kann m.a. gerast limur, um mann hevur verið í uppskoti til ein Oscar. Tað er eisini Oscar akademiið, sum avger, hvør skal tilnevnast ein Oscar.

Málið um Will Smith verður í løtuni kannað, og hevur tað verið nevnt, at hann møguliga kundi verið blakaður úr akademinum. Um Will Smith kann enda við at missa ta virðislønina, hann vann undanfarna vikuskifti, verður ikki upplýst, skrivar Ritzau.

Eitt av framleiðslufólkunum frá Oscar-handanini hevur seinni upplýst, at løgreglan var til reiðar at handtaka Will Smith og skuldseta hann fyri harðskap, men tað vildi Chris Rock ikki.

Oscar akademiið hevur eisini upplýst, at fyriskiparar heittu á Will Smith um at fara av staðnum, men at hann noktaði. Hetta hava aðrar keldur tó víst aftur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2022

45 Leygardagur 09. apríl 2022

Nýggjur Netflix-filmur við Will Smith má bíða

Áðrenn Oscar-handanina skuldi Netflix longu leita eftir nýggjum leikstjóra til filmin "Fast and Loose", men nú tykist ógreitt, um filmurin yvirhøvur verður til nakað

Will Smith helt takkarrøðu eftir at hava vunnið ein Oscar fyri "besti sjónleikari" í filminum "King Richard" (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í kjalarvørrinum á Oscar-handanini undanfarna vikuskifti, har sjónleikarin Will Smith gav skemtaranum Chris Rock ein lúsing á pallinum, hevur Netflix sett ein nýggjan film við Will Smith í høvuðsleiklutinum til viks.

Filmurin, "Fast and Loose" snýr seg um ein brotsmann, sum eftir at verða álopin gloymir, hvør hann er.

Í farnu viku fór leikstjórin, David Leitch eisini frá verkætlanini fyri at arbeiða við einum øðrum filmi hjá Universal, og tað er nú ógreitt, um Netflix fer at royna at gera "Fast and Loose" við nýggjum leikstjóra og høvuðsleikara, skrivar Hollywood Reporter.

Will Smith spælir við í thrillerfilminum hjá Apple TV+, "Emancipation", sum eftir ætlan skuldi koma út í ár. Eisini skuldi hann spæla við í "Bad Boys 4" hjá Sony Pictures, sum sambært keldu hjá Hollywood Reporter, nú eisini er settur til viks.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2022

46 Leygardagur 09. apríl 2022

Nýggj samgonga skipað í Grønlandi

Naleraq er ikki longur í samgongu við IA, sum nú hevur skipað samgongu við Siumut

Múte B. Egede, landsstýrisformaðurin í Grønlandi sigur, at IA og Naleraq vóru farin ov langt burtur frá hvørjum øðrum politiskt (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Naleraq er ikki longur partur av grønlendsku landsstýrissamgonguni. Inuit Ataqatigiit við landsstýrisformanninum Múte B. Egede á odda, hevur skipað nýggja samgongu við Siumut í staðin.

Á tíðindafundi mánadagin løgdu samgonguflokkarnir fram nýggja samgonguavtalu.

IA og Naleraq fóru longur og longur burtur frá hvørjumøðrum reint politiskt, segði Múte B. Egede, sum takkaði Naleraq fyri samstarvið.

Nýggja samgongan hevur nú greiðan meiriluta í grønlendska landstinginum, Inatsisartut. Tilsamans hava IA og Siumut 22 av 31 sessum í tinginum.

Nýggja samgonguavtalan hevur fingið heitið "Fyri landið og fólkið", og inniber hon m.a., at arbeiðast skal fyri meira frælsi til fólkið, færri arbeiðsleys og betri kor fyri pensjónistar. Ein ferðavinnulóg skal gerast, og arbeiðið fram móti sjálvsræði heldur fram, skrivar Sermitsiaq.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2022

47 Leygardagur 09. apríl 2022

Ræðuligar myndir úr Butja prógva, at Russland fremur krígsbrotsverk

Linligi forstaðurin til Kyiv, Butja, er vorðin ímyndin av ukrainsku mótstøðuni, men eisini av ræðuleikunum frá krígnum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ukrainska uttanríkisráðið ákærir nú Russland fyri at hava avrættað sivilfólk í býnum Butja.

Deyðir mannakroppir liggja spjaddir í gøtunum í býnum, sum liggur nakrar og tjúgu kilometrar frá høvuðsstaðnum, Kiev.

AFP tíðindastovan hevur verið í býnum, og skrivar, at lík í sivilum klæðum liggja í gøtunum eftir at russisku herdeildirnar í skundi eru rýmdar úr býnum.

Fólkini eru nakkaskotin, sigur Anatolij Fedoruk, borgarstjóri í Butja, sambært AFP.

280 fólk eru grivin í hópgravir, sambært borgarstjóranum. Eisini boðar hann frá, at heilar familjur eru dripin í bilum sínum.

Áðrenn russisku innrásina var Butja ein linligur lítil forstaður til Kyiv. Nú er býurin og grannabýurin Irpin ímyndin av ukreinsku sjálvverjuni, sum forðaði russum í at kringseta høuðsstaðin, Kyiv.

Býurin er stórt sagt lagdur í oyði av krígnum, skrivar AFP. Spreingingar hava oyðilagt stórar bygningar og handlar, matstovur og heim eru brend niður. Einans skundmatstovan McDonald’s tykist ikki at hava fingið skaða, skrivar AFP.

Í gøtunum sóust lík, og serliga í einari gøtu tykjast líkini at liggja í eini skipan á einum stuttum strekki.

Tey flestu í bólkum, meðan onnur eru deyð einsamøll. Eitt nú ein maður, sum er skotin á súkklu síni.

[object Object]

Ukrainska verjimálaráðið ákærir nú russisku herdeildirnar fyri at hava avrættað sivilfólk í Butja.

Á Twitter sammetir verjumálaráðið hendingarnar í Butja við hendingarnar í Sebrenica í Bosnia í nítiárunum, tá 7.000 muslimskir menn og dreingir vórðu dripnir í hópdrápinum har.

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, skrivar, at tey eru farin í samstarv við altjóða krígsdómstólin ICC, um at kanna drápini í Butja.

Úr Kreml verða skuldsetingarnar afturvístar sum falstíðindi.

Russiska uttanríkisráðið sigur, at upptøkurnar av líkum á gøtunum er bílagt arbeiði frá amerikanskari síðu, sum liður í eini ætlan at geva Russlandi skuldina fyri drápini.

- Tað er USA og Nato, sum eru meistarar í at provokera, sigur Maria Zakharova, talskvinna, í eini samrøðu við russiska statssjónvarpið, skrivar Reuters.

Hon undrast yvir, at vestanlond sótu klár at gera viðmerkingar við ræðuligu myndirnar frá Butja.

Sambært The Guardian er Russland ikki komin við prógvum fyri sínum uppáhaldum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2022

48 Leygardagur 09. apríl 2022

Ketanji Brown Jackson góðkend sum nýggjur dómari í hægstarættinum

Ketanji Brown Jackson, sum verður 116. hægstarættardómarin í USA og fyrsta afroamerikanska kvinnan í hægstarættinum, tekur við eftir Stephen Breyer, sum í summar fer frá vegna aldur

51 ára gamla Ketanji Brown Jackson varð hósdagin formliga góðkend sum 116. hægstarættardómarin í USA (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hósdagin varð 51 ára gamla Ketanji Brown Jackson formliga vald til hægstarættardómara, tá ein meiriluti í amerikanska Senatinum atkvøddi fyri valevninum hjá Joe Biden forseta.

Sambært Ritzau er talan um eina søguliga hending. Kentaji Brown Jackson, sum verður 116. hægstarættardómarin í amerikanska hægstarættinum er eisini fyrsta afroamerikanska kvinnan, sum verður vald í hægstarættin.

Í Senatinum hava bæði demokratar og republikanarar 50 umboð í part, og tríggir republikanskir senatorar atkvøddu fyri saman við demokratunum.

[object Object]Her síggjast amerikanski forsetin, Joe Biden og Ketanji Brown Jackson, sum saman hugdu eftir atkvøðugreiðsluni (Mynd: EPA)

Ketanji Brown Jackson tekur við eftir Stephen Breyer, sum síðst í juni fer frá vegna aldur.

Stephen Breyer er, eins og Ketanji Brown Jackson, liberalur, og kemur hetta sostatt ikki at ávirka býtið millum liberalar og konservativar dómarar í hægstarættinum. Í løtuni eru seks av níggju dómarum konservativir.

Síðan 2021 hevur Ketanji Brown Jackson verið dómari í einum kærudómstóli í D.C. Áðrenn hetta var hon umdømisdómari í átta ár. Eisini hevur hon arbeitt fyri Stephen Breyer, sum hon fer at avloysa í summar.

Ein dómari í amerikanska hægstarættinum kann sita fyri lívið, ella inntil hann velur at leggja frá sær.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2022

49 Leygardagur 09. apríl 2022

Umstøður í føroysku undirgrundini meinlíkar Rosebankkeldu bretskumegin markið

Tað eru øki í føroysku undirgrundini við fellum, sum eru meinlíkar Rosebank-kelduni bretsku megin markið skriva tríggir granskarar á Jarðfeingi í altjóða tíðarriti, har teir m.a. umrøða nýggjar møguleikar í sambandi við kolvetnisleiting í Føroyum

Rosebank olju- og gasskeldan liggur eystan fyri føroyska markið og verður eftir øllum at døma útbygd. Longur syðri liggur stóra olju- og gasskeldan Cambo. Tað hevur leingi verið gitt, at tað møguliga er grundarlag fyri at gera líknandi fund føroysku megin markið eisini
SkrivaÐ:

Jan Müller

Greinin, sum tríggir granskarar á Jarðfeingi hava skrivað í viðurkenda tíðarritinum Petroleum Geoscience, kemur til ta áhugaverdu niðurstøðu, at møguleiki er fyri fleiri ymiskum sløgum av kolvetnisfellum í føroysku undirgrundini m.a. fellum, ið eru meinlíkar Rosebank-fundinum bretskumegin markið.

Rosebank fundið ella keldan, sum liggur skamt frá føroyska markinum, goymir hundraðtals mió. tunnur av olju og gassi. Norska Equinor, sum er fyristøðufelag á hesi stóru kelduni, fer eftir ætlan at taka støðu til útbygging í summar. Høgu olju- og gassprísirnir, tørvurin á fyrst og fremst gassi og áheitan frá bretsku stjórnini til feløg at skunda undir framleiðslu og leiting eftir kolvetnum á bretska landgrunninum, fara uttan iva at vera við í endaligu avgerðini hjá Equinor til útbygging av Rosebank. 

Nú varpar so grein ljós á føroyska undirgrund, sum kann vera meinlík henni á Rosebankleiðini.  

Í tríðindaskrivi á heimasíðuni hjá Jarðfeingi stendur at lesa um greinina:

Vísindalig grein um nýggjar møguleikar í sambandi við kolvetnisleiting

"Fyrstu boringarnar á føroyska landgrunninum vóru allar í ella nærhendis Judd-lægdini. Hesar boringar vístu, at jarðfrøðin upp á nógvar mátar var ein onnur enn væntað, har størsta avbjóðingin viðvíjandi kolvetnisleiting var, at har var nærum bara sandur og harvið onki “segl”, sum kundi fanga kolvetnið (leirgrýti er mest vanliga segl í kolvetnisfellum). Hetta gjørdi, at oljufeløg byrjaðu at hyggja at øðrum pørtum av føroyska landgrunninum.

[object Object]

Nú hava Heri Ziska, Uni Árting og Morten Riishus givið út grein í viðurkenda tíðarritinum Petroleum Geoscience, har teir hava hugt nærri at økinum í og kring Judd lægdina. Hendan greinin vísir á fyrsta sinni, hvussu gosgrýti og annað grýti rennur saman mitt í Hetlandsrennuni. Hetta er viðkomandi í sambandi við kolvetnisleiting, tí gosgrýti er sum oftast líka tætt sum leirgrýti og kann tískil vera tað seglið, sum annars manglar í økinum, har fyrstu boringarnar vórðu gjørdar.

[object Object]

Í greinini verður víst á, hvussu hesi trý tíðarskeiðini, har gosgrýti er komið inn í økið, hvør sær hava givið møguleika fyri fleiri ymiskum sløgum av kolvetnisfellum, m.a. fellum, ið eru meinlíkar Rosebankfundinum bretskumegin markið."




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2022

50 Leygardagur 09. apríl 2022

Frá Faroe Petroleum til Longboat: Gera týðandi oljufund

Nýggja orkufelagið Longboat Energy við fyrrverandi leiðslumanningini og stovnaranum av Faroe Petroleum, Graham Stewart, hevur saman við Equinor gjørt eitt týðandi oljufund í Norðsjónum

Graham Stewart, stovnaði Faroe Petroleum í 1998. Eftir sølu av felagnum stovnaði hann saman við leiðsluni í felagnum Longboat Energy, sum longu hevur gjørt fleiri týðandi olju- og gassfund í Norðsjónum.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Longboat Energy hevur síðani tess stovnan nøkur ár herfyri verið partur av fleiri olju- og gassfundum á norska landgrunninum. Seinasta fundið Kveikje verður mett so mikið stórt, at tað helst  kann útbyggjast til framleiðslu. Hetta ber m.a. til, tí í grannalagnum er longu eitt undirstøðukervi við fleiri framleiðandi keldum.

Tað er júst stóra og vælútbygda undirstøðukervið á norska landgrunninum við bæði pallum og rørleiðingum, sum er við til at gera eisini smærri ella meðalstór olju- og gassfund lønandi, tá tey kunnu binda í aðrar framleiðslueindir.

[object Object]

Hetta við einum sera væl útbygdum undirstøðukervi gjøgnum 50 ár er ein av stóru fyrimununum hjá orkufeløgum at fara undir nýtt virksemi á norska landgrunninum, tí tað gevur sjálvt smærri fundum møguleika fyri at verða útbygd.  

Longboast kunngjørdi herfyri eina stóra boriverkætlan, har tað er partur av fleiri nýggjum leitiboringum framvið norsku strondina. Í hesi seinastu boringini, ið pallurin Deepsea Stavanger stóð fyri, stendur Longboat fyri 10% av verkætlanini. Equinor er fyristøðufelag. 

Helge Hammer, stjóri í Longboat er fegin um úrslitið av Kveikje brunninum og sigur, at nú verður so kannað í hvønn mun ein útbygging kann verða gjørd. Hetta er fimti brunnurin av sjey, sum Longboat hevur sett sær fyri at vera partur av.

[object Object]Helge Hammer, stjóri í Longboat Energy

Í trimum førum hava teir rakt við olju og gass. Nú fer pallurin at bora Cambozola brunnin í grannalagnum. Har eigur Longboat 25 prosent. Roknað verður við at finna nógv gass í brunninum. Í summar verður so sjeyndi brunnurin, Copernicus, boraður, og eisini har eru útlit fyri at finna nógv gass.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2022

51 Leygardagur 09. apríl 2022

Nýggjur bretskur olju- og gassrisi á gáttini til Føroyar

Útbyggingar av olju- og gasskeldum við føroyska markið eru komnar eitt týðandi stig nærri, nú leiti- og framleiðslufelagið Ithaca Energy, dótturfelag hjá ísraelska gassrisanum Delek Group, hevur keypt oljufelagið Siccar Point Energy við øllum sínum ognum, sum m.a. liggja beint eystan fyri føroyska markið.

Við keypinum av Siccar Point Energy og øllum tess ognum, tær flestu tætt upp at føroyska markinum, er Ithaca Energy, sum er dótturfelag hjá ísrelska gassfelagnum Delek Group, vorðið eitt tað størsta olju- og gassfelagið í Norðsjónum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Aftur ein stórhending við føroyska markið. Hesaferð ein stórútsøla av olju- og gassognum, sum í framtíðini kann fáa stóran týdning fyri olju- og gassvirksemi í Føroyum eisini. 

[object Object]Her síggjast økini, sum Ithaca nú eigur, gulu økini eystan fyri føroyska markið, eru antin olju- og gasskeldur ella loyvi hjá felagnum. 


Tað er stóra orkufelagið Ithaca Energy við røtrum í Ísrael sum dótturfelag hjá stóra ísraelska gassrisanum DELEK GROUP, ið nú hevur keypt orkufelagið Siccar Point Energy við øllum tess ognum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Keypið er ella kann vera ein týðandi ábending um, at stórur áhugi er fyri at útbyggja fleiri av keldunum eystan fyri føroyska markið.

Sjálvdan hevur ein einstøk søga frá olju- og gassverðini fylt so nógv og so ovarliga  í bretskum orkumiðlum sum henda. Tí við hesum keypinum er Ithaca bráddliga vorðið eitt tað størsta olju- og gassfelagið á bretska landgrunninum.

Felagið hevur keypt Siccar Point Energy og tess ognir fyri 1,5 milliaardir dollarar. Tað verður av greinarum mett at vera væl sloppið fyri so nógvar ognir. Við í keypinum er eisini manningin á Siccar Point, sum nú í fleiri ár hevur arbeitt burturav við at fyrireika útbygging av tí stóra Cambo fundinum, beint við føroyska markið.

Cambo útbyggingin kom av álvara í skotmála undan COP26 veðurlagsráðstevnuni í Skotlandi, tá umhvørvisfeløg fóru á barrikadurnar fyri at mótmæla og steðga útbyggingini. Eftir tað tók Shell seg bráddliga úr verkætlanini. Tí bleiv nú stór óvissa, um útbyggingin gjørdist til nakað. Men síðani er tað hent, at myndugleikarnir hava longt loyvini, umframt at Shell hevur boðað frá, at tað fer møguliga at endurskoða sína støðu til útbyggingina og tað vil siga, møguliga gerast partur aftur av henni.

Nú hendir so tað, at Cambo og Siccar Point alt sum tað er verður uppkeypt av Ithaca. Við í keypinum fær felagið eina rúgvu av áhugaverdum ognum. Umframt tær báðar stóru olju- og gasskeldurnar Cambo og Rosebank, sum eru tær størstu yvirhøvur á bretska landgrunnunum, sum enn ikki eru útbygdar, er Ithaca vorðið partur av hesum framleiðandi keldunum: Mariner (8,89%) og Schiehallion (5,7%, aftrat teimum 11,8% tað longu hevur har).

Aftrat hesum er ognarluturin hjá felagnum í enn ikki útbygdum keldum hesin: Cambo (70%) Rosebank (20%), Tornado (50%), Suilven (75%) og Blackrock (60%) eins og fleiri onnur loyvi í grannalagnum tætt við føroyska markið.

At felag keypir upp so stórt tal av bæði funnum keldum og loyvum tætt upp at føroyska markinum, er enn ein ábending um,  hvussu stóran áhugan eitt nú olju- og gassfeløg og íleggjarafeløg hava fyri Atlantsmótinum tvs. økinum millum Hetland og Føroyar. 

Við hesum stórkeypinum hevur Ithaca yvirhálað flest øll hini olju- og gassfeløgini, sum arbeiða í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Tað er bráddliga vorðið einki minni enn ein risi í orkuhøpi. Ikki minst áhugavert er eisini komandi samstarvið við Shell eystan fyri føroyska markið, og sum tað nú av álvara verður varpað ljós á, nú Shell umhugsar at halda fram við útbyggingini av kelduni Cambo við markið.

[object Object]Allan Bruce, stjórin í Ithaca og maðurin, sum nú fer at standa á brúnni og seta út kósina fyri framtíðar olju- og gassvirksemi á Atlantsmótinum tvs. eystan fyri Føroyar. 

Stjórin í Ithaca, Allan Bruce sigur, at teir eru ómetaliga fegnir um keypið og vísir á, at útbygging av bæði Cambo og Rosebank keldunum er ein sera góður møguleiki at tryggja bretsku orkuframtíðina eins og at tryggja og skapa túsundtals arbeiðspláss.

Tað er greitt, at tíðindini um stórkeypið eisini hava áhuga í Føroyum hjá bæði vinnuni og myndugleikum og  millum tey, sum vóna, at olju- og gassfundini hinumegin markið og møguligar útbyggingar, koma eitt týðandi stig nærri við júst hesum keypinum. Slíkar útbyggingar fara at hava við sær eitt undirstøðukervi, sum  kann fáa alstóran týdning fyri framtíðar útbyggingar av møguligum olju- og gassfundum føroyskumegin markið.  

Tað er eisini greritt, at avgerðin hjá Ithaca  fer heilt víst eisini at fella í góða jørð í London, har nýggjasta bretska orkustrategiin m.a. snýr seg um at byggja út verandi fund og seta gongd á aftur leiting eftir nýggjum til tess at gera Bretland minni bundið at innfluttari orku.  

Hinvegin fer hetta ikki at verða væl móttikið av umhvørvisfelagsskapum og teimum politikarunum, sum eru ímóti øllum nýggjum olju- og gassvirksemi í heila tikið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2022

52 Leygardagur 09. apríl 2022

Bretland fer at raðfesta kjarnorku

- umframt varandi orku so sum vind, sól, vetni eins og olju og gass

Gongdin í Evropa í framtíðar orkupolitikkinum er at byggja út kjarnorkuna, og í dag legði bretska stjórnin fram uppskot, sum m.a. fevnir um 8 nýggj kjarnorkuverk
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í vikuni legði bretska stjórnin hjá Boris Johnson fram uppskot til framtíðar orkustrategi, nevnd “British Energy Security Strategy”.  Høvuðsdentur verður lagdur á at menna kjarnorku, vind- og sólarorku eins og olju og gass í Norðsjónum.

Hesi skulu saman steðga ella minka  innflutningin av m.a. olju og gassi úr Russlandi eins og skunda undir grøna orkuskiftið, sum uppá longri sikt skal gera Bretland minni bundið at olju og gassi sum heild.

Nógvar gitingar hava verið undan kunngerðingini í dag, men flest allar hava havt grundarlag í ynskinum um at gera Bretland minni heft at innfluttari orku her serstakliga olju og gassi úr Russlandi.

Byggjast skulu ikki færri enn átta nýggj kjarnorkuverk umframt verkini í Sizewell og Suffolk.

[object Object]

Semja er eisini um at fara undir stórar vindorkuútbyggingar bæði á landi og á sjógvi. Hóast stór mótstøða er ímóti vindmyllum á landi, so fyllur tann parturin kortini nógv. Men høvuðsdenturin verður lagdur á vindmyllur til havs, nú Bretland verður mett at verða eitt av teimum londunum í heiminum, sum hevur bestu fortreytir fyri at byggja út havvindorku.

Vetni ella hydrogen (brint) er eisini ein týðandi partur av nýggju strategiini fyri framtíðar orkupolitikkin.

Sólorka spælir eisini ein týðandi leiklut í ætlanunum, har lógarverk skal tryggja, at sólpanel verða sett upp á húsatekjum kring alt Bretland.

Menning av hitapumpum er eisini partur av strategiini. Hesar skulu minka um tørvin á gassi í vanligum húsarhaldum.

Seinast í strategiætlanunum verða olja og gass umrøtt. Nýggj leitiútbjóðing eftir olju og gassi verður latin upp í heyst eins og roynt verður at skunda undir útbyggingar av fundum, sum longu eru gjørd.  Hesar skulu so setast í verk við einum nógv lægri CO2 útláti enn í dag.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2022

53 Leygardagur 09. apríl 2022

Nú restar ikki nógv í hjá hoyvíkskvinnum

H71 vann týskvøldið aðru FM-finaluna ímóti Neistanum 26-19, og kunnu tí tryggja sær fyrsta føroyameistaraheitið í kvøld

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyameistaraheitið hjá kvinnum kann verða avgjørt í dag. Tað gjørdist greitt í aðru FM-finaluni millum Neistan og H71 týskvøldið, sum varð leikt í Høllini á Hálsi, har hoyvíkskvinnur vunnu stórsigur, 26-19.

Støðan í hálvleikinum var 15-8 til gestirnar, og H71 helt fram við somu øði í seinna hálvleiki.

Sostatt er 2-0 til H71 í finalusigrum eftir at fyrsta finalan í Hoyvíkshøllini sunnudagin endaði 29-24 til hoyvíkskvinnur. Neistakvinnur skulu nú vinna tríggjar finalur á rað fyri at vinna FM.

Vinnur H71, verður hetta fyrsta FM-heitið á kvinnusíðini í søgu felagsins.

FM-finala 1
H71 - Neistin 29-24 (16-11)

FM-finala 2
Neistin - H71 19-26 (8-15)

FM-finala 3
H71 - Neistin (Leygardagin kl. 17)

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2022

54 Leygardagur 09. apríl 2022

H71 beina kós móti FM-heitinum

Hoyvíkingar kunnu nú avgera tað á heimavølli í Hoyvík leygardagin. Mikukvøldið vunnu teir 32-25 ímóti KÍF í aðru FM-finaluni

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Við 32-25 sigri á KÍF í aðru FM-finaluni hjá monnum mikukvøldið, hava hoyvíkingar beina kós ímóti føroyameistaraheitinum.

Støðan er nú 2-0 í finalusigrum, og munurin var so mikið stórur í dag, at kollfirðingar mugu koma við onkrum heilt øðrum, um FM-heitið ikki skal fara til H71 í kvøld klokkan 19:30, tá liðini hittast í triðju FM-finaluni.

Hálvleiksstøðan var 16-8 til H71.

Á kvinnusíðuni kann H71 eisini vinna Føroyameistaraheitið í dag. H71-kvinnur hava vunnið tvær tær fyrstu finalurnar ímóti Neistanum, og liðini bresta saman aftur í dag klokkan 17.

KÍF - H71 25-32 (8-16)

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2022

55 Leygardagur 09. apríl 2022

Team Klaksvík vunnið heiðursmerki á fyrsta sinni

Klaksvíkingar vunnu bronsudystin móti vestmenningum leygardagin. Brotskastkapping skuldi til

(Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Team Klaksvík hevur vunnið heiðursmerki í fremstu hondbóltsdeildini fyri fyrstu ferð.

Hetta hendi í Vestmanna leygardagin, tá Team Klaksvík vann spennandi bronsudyst móti VÍF í Burn endaspælinum.

Vanligi dysturin endaði 28-28, síðani var leikt eykatíð, sum endaði 31-31. Hereftir var farið til brotskast kapping, sum Team Klaksvík vann. 

Úrslitið var 35-34.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2022

56 Leygardagur 09. apríl 2022

Soleiðis síggja HM-bólkarnir út

Tað er tó ikki endaliga staðfest, hvør fær trý tey síðstu plássini í Katar, tí nakrir play-off dystir eru eftir at spæla. Danmark og heimsmeistararnir eru aftur í bólki saman, Spania og Týskland bresta saman, men eingin veruligur deyðans bólkur verður í vetur

Soleiðis háttaði lutakastið, sum var í gjárkvøldið, seg (Mynd: FIFA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var stórur spenningur í umstrídda HM-vertslandinum leygarkvøldið, tá lutur varð kastaður um, hvørji lið skulu spæla ímóti hvørjum øðrum í bólkaspælinum í Katar, ið er á skránni síðst í november og fram til 2. desember.

Endaspælið, ið verður tað fyrsta av sínum slagi, sum verður í teimum báðum síðstu mánaðunum í árinum, byrjar 21. november. Vertirnir úr Katar fingu Niðurlond, Senegal og Ekvador og hesi eru helst ovurfegin um, at enda í bólki A, tí Katar er greitt tað veikasta av teimum átta liðunum, ið vóru í ovasta styrkislagi - vertstjóðin er altíð í tí lagnum.

Ongland skal spæla móti USA, Iran og so helst ein av sínum grannum.

Heimsmeistararnir úr Fraklandi eru, eins og í 2022, í bólki saman við Danmark, har vónirnar eru høgar, og um Avstralia ella Peru koma víðari úr play-off umfarinum, so líkist bólkurin nógv tí frá 2018, tá hesi fýra liðini vóru í bólki saman. 

Áhugavert er eisini, at Brasil, Sveis og Serbia eisini vóru í bólki til seinasta HM-endaspæl - tá við Kosta Rika aftur at sær.

Spania og Týskland spæla tann, á pappírinum, einasta veruliga stórdystin í bólkaspælinum, og eru risafavorittar at koma víðari til áttandapartsfinalurnar úr bólki E.

Her eru bólkarnir - liðini standa í raðfylgju eftir styrkismetingini frammanundan (lag 1-4)

Bólkur A:
Katar
Niðurlond
Senegal
Ekvador

Bólkur B:
Ongland
USA
Iran
Wales/Skotland/Ukraina 

Tað er ivasamt, um dysturin millum Ukraina og Skotland verður spældur, orsakað av støðuni í Ukraina. Um ikki, so verður play-off finala millum Wales og Skotland

Bólkur C:
Argentina
Meksiko
Póland
Saudi Arabia

Bólkur D:
Frakland
Danmark
Tunesia
Peru/Avstralia/Sameindu Emirríkini

Vinnarin av Avstralia - UAE skal spæla ímóti Peru, ið er favorittur at koma víðari

Bólkur E:
Spania
Týskland
Japan
Kosta Rika ella Ný Sæland

Bólkur F:
Belgia
Kroatia
Marokko
Kanada

Bólkur G:
Brasil
Sveis
Serbia
Kamerun

Bólkur H:
Portugal
Uruguay
Suðurkorea
Ghana

HM 2022 koyrir fram til og við 18. desember, tá tann 22. HM-finalan verður leikt í Lusail, Katar.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2022

57 Leygardagur 09. apríl 2022

Rakk ikki til fjórðingsfinalupláss hjá Eliasi og Sävehof

Svenska liðið vann annars við seks málum týsdagin og skoraði eins nógv, sum Kadetten Schaffhausen gjørdi samanlagt, men ikki nóg mikið á útivølli. Elias á Skipagøtu skoraði sjey ferðir

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Evropeiska ævintýrið hjá svensku meistarunum í hondbólti er av. Í bólkaspælinum í European League stóðu teir seg væl, men eftir dystin í Partille Arena týsdagin er greitt, at IK Sävehof ikki verður í fjórðingsfinalunum, eins og millum annað Magdeburg, Nantes og GOG.

Heimaliðið vann annars dystin við seks málum. Seks mál vóru eisini á muni eftir dystin í Sveis, men tað sum gjørdi munin var, at Kadetten Schaffhausen skoraðu fleri mál á útivølli; 28 í mun til 26 hjá Sävehof. 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagirnir komu tíðliga í seinna hálvleiki á odda 22-15, men sveisisku meistararnir vunnu seg heilt upp á minus trý og harvið pluss trý samanlagt, og hóast ein góðan endaspurt, so rakk tað ikki hjá Sävehof. 

Elias skoraði sjey mál týskvøldið.

At fara út uppá útivallarmál er ógvuliga súrt - nú snýr tað seg um hjá IK Sävehof at vinna seg í SM-hálvfinalurnar. Triðja fjórðingsfinalan móti Lugi er á skránni sunnudagin - tann fjórða eftir landsliðssteðgin, har Elias á Skipagøtu skal umboða Føroyar í HM play-off dystunum móti Týsklandi. Tað stendur á jøvnum 1-1 millum Sävehof og Lugi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2022

58 Leygardagur 09. apríl 2022

KÍ nýtt oddalið

KÍ vann 4-0 í Runavík sunnukvøldið og leggur seg sostatt í oddin í Betri deildini hjá monnum

Ukrainin Dmytro Lytvyn fekk sínar fyrstu minuttir fyi KÍ. Hann hevði bara verið á vøllinum í smáar fimm minuttir tá hann økti um leiðsluna til 3-0 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Við einum 4-0 sigri ímóti NSÍ sunnukvøldið, legði KÍ seg á fyrsta pláss í bestu mansdeildini.

KÍ hevur fulla úrtøku eftir fýra dystir, og hevur einki mál latið inn. Sunnukvøldið var heldur ongantíð nakar ivi, og klaksvíkingar høvdu bóltin meginpartin av dystinum. Meistararnir kunnu fegnast um ukrainan Dmytro Lytvyn, sum kom á vøllin seint í dystinum, og eisini fekk sítt fyrsta mál fáar minuttir seinni.

[object Object]

Tveir aðrir dystir vórðu leiktir í fjórða umfari sunnudagin. Í Streymnesi vann EB/Streymur 3-0 ímóti 07 Vestur og í Gundadali í Havn setti Víkingur B36 upp á pláss og vann 3-0.

Úrslitini hetta umfarið hava við sær, at KÍ er á odda við 12 stigum. HB fekk óvæntað bara eitt stig ímóti B68 leygardagin, og hevur tí 10 stig og er á øðrum plássi. 

4. umfar Betri deildin menn

NSÍ - KÍ 0-4 (0-2)
35’ Jákup Biskopstø Andreasen 0-1
45’ Páll Andrasson Klettskarð 0-2
79’ Dmytro Lytvyn 0-3
85’ Árni Frederiksberg 0-4

EB/Streymur - 07 Vestur 3-0 (1-0)
14’ Gutti Dahl-Olsen 1-0
46’ Jóhann Joensen 2-0
49’ Gutti Dahl-Olsen 3-0

B36 - Víkingur 0-3 (0-2)
4’ Sølvi Vatnhamar 0-1 (br.)
44’ Andreas Lava Olsen 0-2
54’ Andreas Lava Olsen 0-2 

B68 - HB 1-1 (0-0)
85' Pætur Petersen 1-0
90' Sebastian Lau Nielsen 1-1

AB - Skála 2-1 (1-1)
26' Marius Kryger Lindh 1-0
42' Poul Kallsberg 1-1
65' Agustin Marsico 2-1 (br.)

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ (12 stig)
2. HB (10 stig)
3. Víkingur (6 stig)*
4. EB/Streymur (6 stig)
5. B68 (5 stig)
6. AB (4 stig)*
7. B36 (3 stig)
8. NSÍ (3 stig)
9. 07 Vestur (2 stig)
10. Skála (2 stig)
*Ein dyst færri

Dystirnir hetta vikuskiftið

Í dag:
Kl. 18: Víkingur - Skála

Í morgin:
Kl. 15: 07Vestur - B68
Kl. 15: KÍ - AB
Kl. 15: HB - EB/Streymur
Kl. 18: NSÍ - B36


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2022

59 Leygardagur 09. apríl 2022

Stefan var bestur í mars

Undan dystinum á Svangaskarði millum B68 og HB, varð Stefan Radosavljevic heiðraður fyri góðu avrikini í Betri Deildini í mars mánaði

Stefan Radosavljevic og Kristmund Johannessen, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya (Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vit kenna tað best úr ensku Premier League, har besti spælarin, besti ungi spælarin og besti venjarin hvønn mánað verða heiðraðir. Og í samstarvi við Betri og Effo, er FSF nú fari undir hendan leistin í Betri Deildini hjá bæði kvinnum og monnum.

Fyrstur, at verða kosin til besta spælara í mánaðinum, var Stefan Radosavljevic úr HB. Av tíggju møguligum atkvøðum, fekk Stefan Radosavljevic átta. Nummar 2 gjørdist Sebastian Lau Nielsen úr B68, og á triðja plássi kom Jasper van der Heyden úr 07 Vestur. 

– Hetta er sjálvandi nakað serligt, og eg eri eisini sera fegin og glaður um hendan heiðurin. Men tað hevur eisini gingið liðnum væl, so eingin ivi skal heldur vera um, at mínir liðfelagar eisini eiga ein stóran lut í hesum, sigur Stefan Radosavljevic við heimasíðuna hjá FSF.

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið hava eitt gott og breitt innlit í fremstu deildirnar hjá bæði kvinnum og monnum, ið velja besta spælaran hvønn mánað.

Fyri heiðurin fekk Stefan Radosavljevic handað eitt gávukort upp á 1.500 krónur frá Effo, og eina glasstandmynd, við áskriftini, at hann var besti spælarin í Betri Deildini hjá monnum í mars 2022. Tað var Kristmund Johannessen, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya, ið stóð fyri handanini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2022

60 Leygardagur 09. apríl 2022

Sterkari eftir steðgin

Lunnarnir undir ungarska stórsigrinum vórðu lagdir í fyrra hálvleiki, har álopini skolaðu innyvir føroysku verjuna

(Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gjørdist ein greiður 7-0 sigur til ungarsku vertirnar í HM undankappingardystinum í Budapest í gjárkvøldið. Føroyska kvinnulandsliðið stríddist frá fyrsta bríksli, men eftir eitt lítið korter setti Ungarn hol á málskjótingina. Og so gekk tað annars skjótt.

Eitt væl upplagt ungarskt lið og váta undirlagið góvu tilsamans føroyska liðnum stórar trupulleikar, og seks ferðir máttu kvinnurnar geva bóltin upp aftur á miðjuni, áðrenn brísklað var fyri hálvleiki.

Eftir steðgin sá tað munandi betri út. Føroyar fótaðu sær væl, og megnaðu at halda Ungarn frá at skora fleiri enn tað eina málið, sum kom stutt eftir steðgin. Tað var eisini kenslan á vøllinum, sigur liðskiparin Ásla Johannesen.

– Fyrri hálvleikur var tungur at koma ígjøgnum uppá allar mátar. Tær koyrdu á okkum, og vit høvdu nógvar avbjóðingar av teimum. Í hálvleikinum skiftu vit formatiónina, og tað haldi eg gjørdi okkum væl, so vit stóðu nógv sterkari eftir steðgin. Vit eru ikki nøgdar við úrslitið, men vit mugu reisa okkum aftur, sigur Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá FSF.

Dysturin móti Ungarn var seinasti útidysturin í hesari undankappingini – nú resta tveir heimadystir í, og teir eru á skránni í september, tá Ukraina og Skotland skulu vitja á Tórsvølli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2022

61 Leygardagur 09. apríl 2022

– Fótaðu okkum eftir steðgin

U19 landsliðið við gentum byrjaði EM undankappingina móti Aserbadjan mikudagin

Liðið, sum byrjaði dystin móti Aserbadjan (Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gjørdist ein heldur darvað byrjan, tá U19 landsliðið við gentum mikudagin setti hol á EM undankappingina í Belfast. Mótstøðuliðið Aserbadjan kom betri frá byrjan í dystinum, og longu í fyrra hálvleiki løgdu tær lunnar undir sigurin við tveimum málum móti ongum føroyskum. Dysturin endaði 2-0 til Aserbadjan.

Eyðvør Jakobsen er høvuðsvenjari hjá U19 landsliðnum á ferðini, og hon leggur serliga dent á føroyska avrikið í seinna hálvleiki sum nakað, liðið kann taka við sær til næsta dystin.

– Vit komu tíverri ov illa frá byrjan og lógu ov langt frá mótstøðuliðnum í fyrra hálvleiki. Eftir steðgin sá tað munandi betri út. Tá tykjast vit meira tendraðar og fáa tingini at rigga eitt sindur betri. So tá vinna vit eisini fleiri nærdystir og spæla okkum til nøkur góð álop, sigur Eyðvør Jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.

Føroyar skulu aftur í eldin í dag, tá vertirnir úr Norðurírlandi taka ímóti, og triði og seinasti dysturin verður ímóti Malta týsdagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2022

62 Leygardagur 09. apríl 2022

Góð uppliving, hóast tepurt tap

Føroyska U16-landsliðið við gentum spældi týsdagin fyrsta av trimum dystum í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Bosnia-Hersegovina. Mótstøðuliðið var Slovenia, sum vann 1-0

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Slovenia (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

– Eg eri sjálvandi ongantíð nøgdur við at tapa. Men avrikið í dystinum móti Slovenia er heilt góðkent, og eg haldi, at øll í hópinum kunnu hyggja hvønn annan í eyguni og siga, at vit gjørdu okkara besta, sigur venjarin, Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

Týsdagin spældi føroyska U16-landsliðið við gentum fyrsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er á skránni í Bosnia-Hersigovina. Mótstøðuliðið var Slovenia, og úrslitið gjørdist 1-0 til slovenar, sum fingu einasamalla málið í 32. minutti.

Okkara ungu gentur hava nakrar ferðir áður spælt móti Slovenia, og hevur talan nærum hvørja ferð verið um sera tættar dystir, og soleiðis var aftur hesaferð.

Venjarin valdi at byrja dystin við 11 teimum yngstu í hópinum, sum tilsamans telur 20 spælarar.

Í byrjanini sást, at hetta var fyrsti dystur í kappingini, og serliga fyrsta hálva tíman var spælið nógv órógvað av nervum, og slovensku genturnar vóru eisini leikliga omaná hesa løtuna.

Men sum fráleið komu okkara meir við – tær blivu tryggari á bóltinum – og tað, ið var eftir av dystinum, leikaði javnt á, við málmøguleikum til báðar partar. Bara hegnisligt spæl frá málverjunum gjørdi, at tað bara kom tað eina málið í dystinum.

– Nú hyggja vit fram ímóti næstu uppgávu, sum verður móti vertslandinum, ið er mett at vera sterkasta lið í kappingini. So tað verður væntandi ein øðrvísi dystur, har vit allarhelst fara at koma undir størri trýst, sigur Sigtór Petersen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2022

63 Leygardagur 09. apríl 2022

Lonin við Hoyvíksvøll tikin í nýtslu

Hátíðarhald á Hoyvíksvølli týsdagin tá fólk víru komin saman, nú lonin við vøllin verður varð tikin alment í nýtslu

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Týsdagin var hátíðarhald, nú lonin við Hoyvíksvøll varð tikin alment í nýtslu. Ætlanin er at halda fram við at betra og fríðka um økið, herundir at skipa økið betri. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði í røðu í Hoyvík, at í visjónini fyri Tórshavnar kommunu stendur, at kommunan hevur sum visjón at vera ein virkin og vakin høvuðsstaður.  

Í summar eru tað fimm ár síðan, Hoyvíksvøllur varð tikin í nýtslu. Ynskið um ein fótbóltsvøll í Hoyvík hevði tá verið ávegis í nøkur ár. Staðsetingin er serstøk, tí Hoyvíksvøllur er hægst liggjandi fótbóltsvøllur í Føroyum.

Hæddin á miðjuni á vøllinum er 117,31 metrar yvir havinum, meðan næst eftir hann kemur fótbóltsvøllurin á Argjum, sum er 92,87 metrar yvir havinum. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, nevndi, at kommunan er í holt við at fáa hendur á stykkunum aftanfyri lonina, so tað verður rúmsáttari og ikki minst betri fyri grannarnar. Umframt at tað liggur í kortunum at farast skal undir bygging av einum felagshúsi innan 2024. 

Myndir: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2022

64 Leygardagur 09. apríl 2022

Søguligur kvinnudystur og klárt til hálvfinalur í kurvabólti

Dysturin hetta vikuskiftið gjørdist til ein heilt søguligan dyst í føroyskari kurvabóltssøguni – allir leikarar og dómarar vóru kvinnur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Farna vikuskiftið vóru síðstu dystirnir leiktir í grundspælinum í Trygd-kappingunum í kurvabólti hjá kvinnum og monnum.

Hjá kvinnunum hevur kappingin í ár verið nakað serlig við at fýra lið hava luttikið og trý av teimum eru frá felagnum Sporðdrekanum. Fjórða liðið er Hávur úr Klaksvík.

Undan vikuskiftinum var greitt, at tvey Sporðdrekalið (reyðar og svartar) fóru at enda nummar eitt og tvey. Hávur hevur tryggjað sær triðja plássið, og á fjórða plássi enda blaðunga (gular) Sporðdrekalið.

Dysturin farna vikuskiftið gjørdist til ein heilt søguligan dyst í føroyskari kurvabóltssøguni. Allir leikarar og dómarar vóru kvinnur.

Hetta er fyrstu ferð, at heili fimm kvinnur hava mannað dómaraborðið og eisini dømt dystin. Tað gekk væl at avgreiða dystin, og hetta er nakað tey handan kurvabóltin eru sera fegin og errin av.

Hjá monnunum vóru flestu plássini undan vikuskiftinum tryggjað, men har var ein óvissa um 2. plássið hjá monnunum.

Fríggjakvøldið leiktu Ravnur og Sporðdrekin á Toftum, og tann dystin vann Sporðdrekin og tryggjaði sær annað plássið í grundspælinum í Trygd-kappingini.

Frammanundan var greitt, at Hamar 1 vann grundspælið, tá teir høvdu vunnið heili níggju av tíggju dystum hjá sær. Fremstu liðini tryggja sær heimavøll í hálvfinalunum. Hini liðini, ið eru komin í hálvfinaluna eru verandi føroyameistarin, Hamar 2 og spildurnýggja liðið í Vágunum, Nykur.

Skráin fyri hálvfinalurnar er hendan:

Í dag í høllini á Argjahamri:
Kl. 13 Hamar 1 – Nykur
Kl. 16 Sporðdrekin – Hamar 2

Í morgin í høllini á Argjahamri:
Kl. 13 Svartir Sporðdrekar – Gulir Sporðdrekar
Kl. 16 Reyðir Sporðdrekar – Hávur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2022

65 Leygardagur 09. apríl 2022

Tveir boksarar til meistarastevnu í Danmark

David Kunoy og Teitur Annand verða við í sælandsmeistarakappingini fyri byrjarar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tveir nevaleikarar hjá Tórshavn Boksing sleppa at royna seg, tá boksifelagið í norðursælendska býnum Frederikssund hetta vikuskiftið skipar fyri sælandsmeistarakapping fyri byrjarar.

Talan er um teir báðar, Dáva Kunoy og Teit Annand, sum hava miðsavnað sína venjing upp til hesa meistarakappingina.

Venjari teirra, Martin Meng, dylir ikki fyri, at málið við ferðini er at fáa heiðursmerki við heim.

Boksistevnan í Frederikssund byrjaði við viging seinnapartin í gjár.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2022

66 Leygardagur 09. apríl 2022

Helgi fremri enn íslendingar

Hetta er fyrsta ferðin nakrantíð, at føroyskur telvari er fremri enn allir telvarar í Íslandi

Helgi Dam Ziska er einasti føroyski stórmeistarin (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Nú altjóða talvsambandið, FIDE, hevur kunngjørt nýggjasta styrkilistan fyri apríl 2002, kunnu føroyingar bretta sær á.

Íslendingar hava altíð staðið føroyingum sum lýsandi fyridømi í talvi. Tað er ikki av ongum, at Ísland hevur havt støðu sum lutfalsliga fremsta talvtjóðin í heiminum eftir fólkatalinum. Íslendska talvsøgan er so glæsilig, at hon kann sammetast við víðagitnu fornsøgurnar. 

Íslendingar eiga einar tólv virknar stórmeistarar - Føroyar afturímóti bara ein. Men nú er støðan tann, at føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, hevur trokað allar íslendingar av á altjóða ratinglistanum. Hetta er fyrsta ferðin nakrantíð, at føroyskur telvari er fremri enn allir telvarar í Íslandi.

Helgi hevur styrkitalið 2549. Sterkasti telvari í Íslandi - stórmeistarin Hjørvar Steinn Grétarsson - hevur styrkitalið 2542. Í hølunum á honum er annar stórmeistari, Heðin Steingrímsson. Hann hevur styrkitalið 2538. Tríggir aðrir íslendingar eru omanfyri 2500. Ein er Hannes Stefansson, sum hevur verið íslendskur meistari heilar trettan ferðir.

Ísland dragnar
Íslendingar eru ikki longur so frammarlaga í talvi, sum teir fyrr hava verið. 

Mætasti telvari í Íslandi man Fríðrikur Ólafsson hava verið. Í skiftinum úr 50- í 60-árini taldist hann millum teir bestu í heimi. Í 1959 var hann millum teir átta, sum kappaðust um rættin at vinna seg í HM-finaluna. 

HM-finalan í Reykjavík í 1972 millum Boris Spasski og Bobby Fischer elvdi til eina sanna talvveking í Íslandi. Í 80-unum komu fleiri stórmeistarar undan kavi. Fýra skaraðu framúr. Jóhann Hjartarsson, Margeir Pétursson, Helgi Ólafsson og Jón L. Árnason. Við teimum fekk Ísland eitt sera sterkt OL-lið. Í 1986 toppaðu teir við einum fjórðaplássi.

Teir stríddu seg til 2-2 móti mæta Sovjettsamveldinum við bæði Kasparov og Karpov á liðnum. Jóhann Hjartarsson gjørdi bart í HM um sama mundið. Hann koppaði Viktor Korchnoi í áttandapartsfinalunum, men mátti lúta fyri Anatolij Karpov í fjórðingsfinaluni. Jóhann var í 1989 nummar 11 í heiminum. 

Hóast Ísland støðugt hevur vorpið nýggjar stórmeistarar, so at teir í dag eru útivið fimtan í alt, eru teir kortini dragnaðir so líðandi hesi seinnu árini. Kortini hevur klassamunur verið á teimum og okkum.

Vit hava møtt Íslandi fýra ferðir í týðandi landsdystum. Tríggjar ferðir í OL og einaferð í EM. Í OL 2004 taptu vit 3-1 á Mallorca. Hans Kristian Simonsen og John Rødgaard fingu flott remis.

Tíggju ár seinni tóku vit teir á bóli. Tá endaði tað javnt 2-2 norðuri í Tromsø í Noregi. Olaf Berg vann á triðja borði, John Rødgaard og Høgni Egilstoft Nielsen kláraðu remis, men á fyrsta borði tapti Helgi fyri Hannesi Stefanssyni. Árið eftir fingu teir revansju á heimavølli. Ísland hýsti EM-stevnuni, og í Laugardalshøllini vunnu teir 3½-½. Bara Helgi fekk remis á 1. borði. Sama var í OL í 2016. Aftur 3½-½ til Ísland, og aftur remis á 1. borði millum Helga og Hannes Stefansson.

Men nú hendi so tað, sum í huganum á eldri føroyskum telvarum man tykjast heldur enn ikki veruleikafjart. Okkara besti er nú betri enn allir telvarar í Íslandi!

Topp 5 í Íslandi (apríl 2022)
1. GM Hjørvar Steinn Grétarsson 2542
2. GM Heðinn Steingrímsson 2538
3. GM Henrik Danielsen 2531
4. GM Hannes Stefansson 2525
5. GM Vignir Vatnar Stefansson 2501

Føroyar ota seg fram
Tølini kvinka spakuliga uppeftir hjá flestu av føroysku topptelvarunum á nýggja FIDE-styrkilistanum. Tað ber í sær, at Føroyar førka seg rætta vegin í mun til hini londini. 

Føroyar hava flutt seg trý pláss fram á nýggja listanum. Vit vóru nummar 75, nú eru vit nummar 72. Í alt eru 152 lond á FIDE-listanum. Føroyar, ið teljast millum smæstu limalondini í altjóða talvsamgonguni, eru kortini í fremru hálvuni í røðini. Miðalstyrkitalið hjá Føroyum er 2309. Styrkitalið fyri hvørt land er miðaltalið hjá fremstu tíggju telvarunum.

Russland hevur altíð verið fremsta land í talvi, tó at teir ikki altíð hava vunnið OL tey seinnu árini, men her er nú ein søgulig vend íkomin. USA hevur nevniliga lagt Russland afturum seg á fyrsta sinni. USA hevur styrkitalið 2728 og Russland 2712. Tungan á vágskálini er armenski stórtelvarin Levon Aronian, sum herfyri skifti sín talvtjóðskap út. Ósemja við armenska talvsambandið fekk Aronian at flyta til USA.

Okkara toppur
Stórvegis broytingar eru ikki á føroyska talvparnassinum. Í Føroyum vórðu 350 telvarar skrásettir á styrkilistunum hjá teimum níggju feløgunum, sum kappaðust í landskappingini, ið endaði fyri viku síðani. Vit kveita at toppinum:

15 teir bestu (apríl 2022)
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2549
2. FM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2410
3. FM Rógvi Egilstoft, ST 2369
4. IM John Arni Nilssen, ST 2334
5. IM John Rødgaard, VT 2324
6. FM Martin Poulsen, HT 2311
7. FM Flóvin Tór Næs, HT 2209
8. FM Olaf Berg, HT 2204
9. Bogi Ziska, TT 2190
10. Ólavur Simonsen, KTF 2189
11. Jóan Hendrik Andreasen, HT 2187
12. Hans Kristian Simonsen, KT 2176
13. Carl Eli Samuelsen, HT 2168
14. Eyðun Nolsøe, KTF 2163
15. Luitjen Akelsson Apol, HT 2160

Heimsins bestu
Til endans kunnu vit hyggja at, hvørjir tíggju eru teir fremstu í heiminum í løtuni:
1. Magnus Carlsen (Noreg) 2864
2. Alireza Firouzja (Frakland/Iran) 2804
3. Liren Ding (Kina) 2799
4. Levon Aronian (USA) 2785
5. Fabiano Caruana (USA) 2781
6. Wesley So (USA) 2778
7. Richard Rapport (Ungarn) 2776
8. Anish Giri (Holland) 2773
9. Ian Nepomniachti (Russland) 2773
10. Shakhriyar Mamediyarov (Aserbadsjan) 2771

Skrivað hevur Súni Merkistein


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2022

67
Leygardagur 09. apríl 2022

Hesi konfirmerast pálmasunnudag

Stórur fermingardagur verður í morgin. Her eru nøvnini á teimum, sum konfirmerast

 
SkrivaÐ:

-

Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju pálmasunnudag kl. 11

Prestur er Bergtórur Hjelm Bjarkhamar

Emilia Mercedes Hovgaard Zambrano, Gortrugøta 24. Opið hús frá kl. 17.

Femja Bergtórsdóttir, Millum Gilja 173. Dagurin verður hildin í Kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju frá kl. 15. 

Freya Bárðardóttir, Gortrugøta 6. Opið hús frá kl. 17. 

Ronja Fríðvør Svabo Samuelsen, Karlamagnusarbreyt 16 G. Dagurin verður hildin í Kantinuni í Høllini á Hálsi. Opið hús frá kl 17. 

Ró Høgnesen, Sivjugøta 5. Opið hús frá kl. 16.

Ró Thomsen, Karlotsgøta 1. Opið hús frá kl. 17. 

Sigrid Lamhauge, Við Myllutjørn 49.

Viktoria Helena Melchior Hansen, Kirkjustræti 19. Dagurin verður hildin í Tórugøtu 1, Tórshavn frá kl 15.

Aaron Nolsøe, Kristiansgøta 15. Opið hús frá kl. 17. 

Asgar Sørensson Halling, Smærugøta 17, Tórshavn. Opið hús frá kl. 17. 

Baldur Apol, Við Myllutjørn 44. Dagurin verður hildin á Skúlaheiminum í Marknagili, opið hús frá kl. 17.

Baldur Herason, Millum Gilja 177. Opið hús frá kl. 16. 

Brandur Gaard Tróndarson, Oman Hoydalar 18. Dagurin verður hildin í Smiðjugerði 1, Tórshavn frá kl.17.

Filip Sergio Joensen, Millum Gilja 73. Dagurin verður hildin í Felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardalifrá kl. 16.

Jóan Petur Mortensen, Við Myllutjørn 11. Opið hús eftir kl. 17.

Jóan Petur Elmarsson Petersen, Turiðargøta 8, Tórshavn. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Havnar Handverkarafelag, Stoffalág 60, Tórshavn, frá kl. 16. 

Poul Sundberg Eliasen, Dýrindalsgøta 17. Opið hús eftir kl. 17.

Konfirmantar í Vesturkirkjuni pálmasunnudag kl. 11

Prestur er Derhard Jógvansson:

Alexander Klevang Eikhólm, Ravnsoyargøta 11. Dagurin verður hildin á Landavegnum 92 frá klokkan 15.

Andrea Mortansdóttir í Gongini, Fjalsgøta 32. Dagurin verður hildin í Odd Fellow Losjuni, Grønlandsvegur 56, frá klokkan 16.

Andrea Høgnadóttir Olsen, Stóragerði 15. Dagurin verður hildin í felagshúsinum í Stóragerði frá klokkan 17.

Ása  Joensen, Perskonugøta 11. Dagurin verður hildin í MEGD-húsinum, Íslandsvegur 10, frá klokkan 16.

Báraldur Nolsøe Martinsson, Grønalíð 14. Dagurin verður hildin í Stephanssonshúsi, Kongabrúgvin, frá klokkan 17.

Brandur Debes Dánialsson, Landavegur 49 A. Dagurin verður hildin saman við innbodnum.

Elena Ellindsdóttir Olsen, Suðurrás 5. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Bátafelagnum á Bryggjubakka frá klokkan 17.

Emilia Brockie Hansen, Granagøta 26. Dagurin verður hildin í Tølthøllini frá klokkan 16.

Eydna Reinert  Nielsen, Sigmundargøta 32. Dagurin verður hildin í ovaru hædd á Skeiva Pakkhúsi, inngongd frá Sigmundargøtu 19, frá klokkan 17.

Freja Hammer, undir Gráasteini 24A.

Gabriel Nolsø Petersen, Grønalíð 3. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncks gøtu 25 frá klokkan. 15.

Gilli Solveigarson á Kák, Jøkulstræti 2C. Dagurin verður hildin heima frá klokkan 17.

Henna Bech, Djóna í Geilgøta 46. Dagurin verður hildin í hølinum hjá Koyr.fo, R.C. Effersøesgøta 17, frá klokkan 17.

Isabella Siri Davidsen. Dagurin verður hildin á Heygsvegi 34 frá klokkan 16.

Jacob Eli Rólandsson Eysturberg, Villingardalsvegur 39. Dagurin verður hildin í KFUM frá klokkan 14.

Jón Kárason Nilssen, Bíggjarvegur 6. Dagurin verður hildin í Fjølsmiðjuni (gamla Losjan) á Tinghúsvegnum 18 frá klokkan 17.

Jónathan Avni Joensen, Havragerði 12.

Kelvin Origen Mathayo, Sleipnisgøta 4kj. Dagurin verður hildin í kjallaranum á Tannlæknamiðstøðini, Óðinshædd 1, frá klokkan 17.

Maria í Stórustovu, Undir Kongavarða 42, Argir. Dagurin verður hildin í Argja Róðrarfelag frá klokkan 17.

Marcus Léon Juhl av Teigum, Villumsgøta 14. Dagurin verður hildin á Hotel Havgrím, Yviri við Strond 14, frá klokkan 16.

Michella Karbech Rasmussen. Dagurin verður hildin í Karet (62N hotel), Dr. Jacobsensgøta 16 frá klokkan 17.

Poul Rói Olsen, Dalastígur 11. Dagurin verður hildin í AB húsinum frá klokkan 17.

Pætur Rúnason Johannesen, Haraldstrøð 12. Dagurin verður hildin heima frá klokkan 17.

Ronja Ragnarsdóttir Trier, Marknagilsvegur 56. Dagurin verður hildin heima frá klokkan 15.

Róin Olaf Bjarnason Zachariasen, Faksagøta 12. Dagurin verður hildin á Faksagøtu 12 á Nordasta Horn frá klokkan 17.

Silja Ragnarsdóttir Trier, Marknagilsvegur 56. Dagurin verður hildin heima frá klokkan 15.

Solveig Turid Ripley, Svalbardsvegur 10. Dagurin verður hildin Millum Gilja 117 frá klokkan 16.

Sólvá Garðsá, undir Gráasteini 11B. Dagurin verður hildin heima frá klokkan 17.

Teitur Poulsen Hellisdal, Marknagilsvegur 58. Dagurin verður hildin í B36 húsinum frá klokkan 16.

Terji Dal Christiansen, Mattalágarvegur 12. Dagurin verður hildin heima frá klokkan 17.

Tóki Eyðun Djurhuus Samuelsen, Bóndaheygur 4B.

Turid Elkjær, oman Stóragarð 11. Dagurin verður hildin í Skákinum 5 frá klokkan 17.30.

Konfirmantar í Fríðrikskirkjuni, pálmasunnudag kl. 11:

Janita Maria Jacobsen, úti í Bø 21, Syðrugøta. Dagurin verður hildin í Losjan Glotti. Frá kl. 15.

Hansina Nesá, Gerðavegur 22, Syðrugøta. Frá kl. 17.

Miriam Kass Kristiansen, á Brekkukletti 24, Toftir. Frá kl. 16.

Janhild Túgvustein Wraae, Regnavegur 29, Toftir. Dagurin verður hildin i kirkjukjallarinum á Toftum. Frá kl. 15.

Reima Isaksen, Sjúrðargøta 38, Norðragøta. Frá kl. 17.

Rósa Elisabet Mikkelsen, Túvuvegur 2, Syðrugøta. Frá kl. 16.

Jonna á Regni Højgaard, Rókavegur 8, Saltnes. Dagurin verður hildin saman við Ednar á Sondum í B68 húsinum á Toftum. Frá kl. 15.

Ednar á Sondum, Gaddavegur 25, Nes. Dagurin verður hildin saman við Jonnu á Regni Højgaard í B68 húsinum á Toftum. Frá kl. 15.

Dávid Lind Borgarsson, Gaddavegur 36, Nes. Frá kl. 17.

Arnfríður Kimsson Jacobsen, Undir Nesinum 12, Toftir. Dagurin verður hildin í Gott í Saltangará. Frá frá kl. 16.

Eirikur í Eyðansstovu Petersen, Óluvugøta 5, Norðragøta. Dagurin verður hildin í kantinuni á Fiskavirkinum í Gøtu. Frá kl. 15.

Jens Eiler Samsson, Torbjarnargøta 8, Norðragøta. Frá kl. 17.

Jústinus Torleifson Justinussen, við Korkusá 6, Norðragøta. Dagurin verður hildin í kirkjukjallarinum við Gøtugjógv. Frá kl. 16.

Jóhannes Johansen, Gaddavegur 37, Nes. Frá kl. 16.

Jóhan Kristian Jansson, viđ Ánna 24, Norðragøta. Dagurin verđur hildin í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Frá kl. 17.

Líggjas Joensen, Sjúrðargøta 14, Norðragøta. Frá kl. 17.

Kristian Jacobsen, Gerðavegur 15, Syðrugøta. Frá kl. 16.

Elmar Vitus Andreassen, Garðagøta 8, Syðrugøta. Frá kl. 17.

Petur Aron í Grógv, Heygsvegur 58, Toftir. Dagurin verður hildin í húsinum hjá Tofta Talvfelag. Frá kl. 16.

Erik Adelin Matsson Jørgensen, Geytagøta 33, Norðragøta. Frá kl. 17.

Konfirmantar í Argja kirkju sunnudagin kl. 11

Prestur er Bergur Debes Joensen:

Bárður Enni Danielsen, undir Kongavarða 60. Dagurin hildin í kantinuni á Posta, Óðinshædd 2 (inngongd við Djórahandilin) frá kl. 15.

Cecilia Kruse Niclasen, Maritugøta 29, Tórshavn. Dagurin hildin Millum Horna 6 frá kl. 15.

Christian Sloan Sigvardsen, Undir Kongavarða 92. Dagurin hildin fyri innbodnum.

Edvard Restorff Sivertsen, undir Heygnum 30, Tórshavn. Dagurin hildin í Bridgehúsinum, Gundadalur, frá kl. 16.

Hallur Reynslág, Norðurstíggjur 2. Dagurin hildin frá kl. 17.

Hans Erik Eiriksson, Argjaboðagøta 10 C. Dagurin hildin frá kl. 15.

Inga Maria Fisker Heinesen, Heiðagøta 2 A. Dagurin hildin frá kl. 16.

Isabella Næs Djurhuus, Viðargøta 13. Dagurin hildin í Grønlendinahúsinum, Jøkulstræti 8, frá kl. 17.

Jónas Nikolajson Gleðisheygg, Undir Kongavarða 35. Dagurin hildin í kantinuni á Posta, Óðinshædd 2 (inngongd við Djórahandilin) frá kl. 15.

Kjartan Gray, Leitisgøta 10. Dagurin hildin frá kl. 17.

Kristin Tór Henningsson, undir Kongavarða 90. Dagurin hildin í hølunum hjá Havnar skrivstovu/Faroe Ship, Eystara Bryggja 60.

Otto Nelann Ellefsen, Vatnsoyrarvegur 4, Tórshavn. Dagurin hildin í hølunum hjá ÍS, Vestara Bryggju 9, loftið, frá kl. 16.

Silja Sigtórsdóttir, Blankagøta 1, Tórshavn. Dagurin hildin frá kl. 17.

Dion Alexson Hvíthamar, Rygsgøta 22. Dagurin hildin í Smæruni, J. H. Schrøtersgøta 9, frá kl. 17.

Konfirmantar í Havnar kirkju pálmasunnudag kl. 11

Prestur er Anne Mette Greve Klemensen

Bragi Mørkøre, Tungugøta 7. Opið hús verður frá kl. 17.

Dávid Reynheim, Spógvavegur 13. Opið hús verður í Handilsskúlanum frá kl. 17.

Elias Vang Høgnason, Fútalág 13. Opið hús verður frá kl. 16.

Elin Bergtórudóttir, Hans Andriasar gøta 10, Skúlin á Fløtum. Opið hús verður frá kl. 16.

Emma Nattestad, Bókbindaragøta 10. Opið hús verður frá kl. 17.

Eva Korinta Jarnfoss, Fútalág 22. Opið hús verður frá kl. 16.

Hákun Leivsson Jarnfoss, Fútalág 22. Opið hús verður frá kl. 16.

Heiða Jacobsen, Stoffalág 37. Opið hús verður frá kl. 17.

Inga av Reyni Dam, Láarvegur 9. Opið hús verður frá kl. 17.

Isabella Róksdóttir, Yviri við Strond 19. Opið hús verður á Hotel Djurhuus frá kl. 17.

Jógvan í Skála, Írarók 8. Opið hús verður frá kl. 17.

Linn Højgaard, Heinagøta 5. Opið hús verður frá kl. 17.

Lóa Lindenskov Funding, Tildugøta 5. Opið hús verður frá kl. 17.

Ma Nicole Canillo Højgaard, Válgaratún 2. Opið hús verður í KFUK frá kl. 15.

Mads Sylvester Greve Kampmann, Tvørgøta 15. Opið hús verður frá kl. 17.

Maia Thomsen, Gundadalsvegur 23. Opið hús verður í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini frá kl. 17.

Martin Blástein, Yviri við Strond 109. Opið hús verður frá kl. 17.

Mortan Eyðunarson, Poul Juels gøta 13. Opið hús verður frá kl.17.

Ólavur Winther Jákupsson, Breiðablik 10a. Opið hús verður frá kl. 17.

Óli Mikkelsen, Klokkaragøta 2. Opið hús verður í húsinum hjá Starvsfelagnum, J. H. Schrøters gøta 9, frá kl. 17.

Rani Ragnhildarson Johannessen, Brattabrekka 23. Opið hús verður í húsinum hjá Miðvágs Arbeiðarafelag, Jatnavegur 28, Miðvágur, frá kl. 16.

Silas Bjarnason Joensen, Fútalág 36. Opið hús verður í HB-húsinum frá kl. 17.30.

Silas Dam Lindberg, Niels Finsens gøta 57. Opið hús verður frá kl. 17.

Silja á Rógvi, undir Glaðsheyggi 6. Opið hús verður frá kl. 17.

Sjúrður Tórgarð Waagstein, Dalagøta 14. Opið hús verður frá kl. 16.

Smilla Chamma Klein, Blómubrekka 114 Tórshavn. Opið hús verður í Djóna í Geilsgøtu 51 ( Dagstovnurin Lítliskógur) frá kl. 17.

Sofía Højgaard, Yviri við Strond 107. Opið hús verður í Broncks, Jónas Broncks gøta 17, frá kl. 17.30.

Teitur Sumberg Vestergaard, Vípuvegur 17. Opið hús verður frá kl. 15.

Tóra Hammer, Reynstún 4, Argir. Opið hús verður frá kl. 17.

Tóra Vatnhamar Olsen, Áargeil 19 kj. Veitslan verður hildin í húsinum hjá Havnar Arbeiðarafelag, Tinghúsvegur 7. Opið hús verður frá kl. 16.

Tóri Zachariasen, Tjarnarlág 3. Opið hús verður í húsinum hjá Føroya Arbeiðarafelag, Tjarnadeild 9, frá kl. 16.

Ørvur í Gong, Stoffalág 14 kj. Opið hús verður frá kl. 17.

Konfirmantar í Vestmanna kirkju pálmasunnudag kl. 11

Prestur er Maria Summers Nolsøe.

Hørður í Niðristovu, dagurin verður hildin í Heygatún 1, opið hús frá kl. 17

Benjamin Matras-Olsen, dagurin verður hildin á Rógvuvegi 33, opið hús frá kl. 16

Brandur á Líknargøtu, dagurin verður hildin í Miðnám í Vestmanna, opið hús frá kl. 16

Askur Durhuus, dagurin verður hildin í Silkienni, opið hús frá kl. 17

Tórur Gunnarsson Jacobsen, dagurin verður hildin í Dalalíð 9, opið hús frá kl. 17

Marta Búgvadóttir Joensen, dagurin verður hildin í Miðhøllini í Vestmanna skúla, opið hús frá kl. 17.30

Bára Holm í Innistovu, dagurin verður hildin í Heygatún 11, opið hús frá kl. 17

Amilia Agnarsdóttir Joensen, dagurin verður hildin í kjallaranum á læknamiðstøðini, opið hús frá kl. 17

Mai Olivia Høgnadóttir, dagurin verður hildin í Missiónshúsinum í Vestmanna, opið hús frá kl. 16

Kirstin Jonudóttir Seloy, dagurin verður hildin í Miðnám í Vestmanna, opið hús frá kl. 16

Konfirmantar í Hvalvíkar kirkju pálmasunnudag kl. 10.30

Prestur er Jákup Erlingsson Petersen:

Jóna Dam, Gerðisvegur 11, Hvalvík. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17.

Lý Haraldsdóttir, Traðavegur 41, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16.

Arina Johansen, Traðavegur 15, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17.

Silvurlín Solbjerg Johansdóttir, Streymnesvegur 72, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 15.

Arna Olivia Grunnveit Thomassen, Traðavegur 5, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 15.

Benjamin Dam, Traðavegur 19, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 15.

Álvur í Homrum. Dagurin verður hildin fyri innbodnum.

Tummas Kárason, Heinagerði 5, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17.

Jógvan Asbjarnarson Nybo. Dagurin verður hildin í Róðrarneystinum í Streymnesi frá kl. 15.

Adrian Rúnason Mortensen. Dagurin verður hildin skírisdag, á Traðavegi 44 í Streymnesi.

Eiri Petersen, Heinagerði 10, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 15.

Brandur við Streym. Dagurin verður hildin í Hvalvíkar Missiónshúsi frá kl. 15.

Konfirmantar í Hvalvíkar kirkju pálmasunnudag kl. 10.30

Prestur er Jákup Erlingsson Petersen:

Herdis Asbjarnardóttir, Brekkugerði 18, Hósvík. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16.

Anna Kristina Sonhardsóttir Dalfoss, Fløtugøta 1, Hósvík. Dagurin verður hildin í Bygdahúsinum í Hósvík frá kl. 16.

Petur Martin á Lava Danielsen, Giljavegur 34, Hósvík. Dagurin verður hildin á Giljavegi 40 í Hósvík frá kl. 16.

Jopai Molina. Dagurin verður hildin í Haldórsvíkar Avhaldshúsi frá kl. 16.

Kristian Martin Sørenarson, Brekkugerði 14, Hósvík. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16.

Heini Poulsen, Glaðsgøta 20, Hósvík. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16.

Sissal Høgnadóttir Tungá, Leitisgøta 6, Hósvík. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17.

Konfirmantar í Skopunar kirkju pálmasunnudag kl. 11

Prestur er Havstein Klein

Annika Viderø Zachariasen, Eystanvegur 21, 210 Sandur. Opið hús frá kl. 15.

Bára Vestergaard. Opið hús í Samljóð í Skopun frá kl. 16.

Konfirmantar í Hovs kirkju pálmasunnudag kl. 11

Prestur er Patrick de Neergaard

Páll Johannessen. Dagurin verður hildin heima, Kráavegur frá kl.16..

Magnus Andrias Holm. Dagurin verður hildin Undir Hvalinum 8, Tvøroyri, frá kl.14.

Leona Kjærbæk Djurhuus. Dagurin verður hildin í Frelsunarherinum, Vágsvegur 37 frá kl.17.

Ronja Holm Kilgour. Dagurin verður hildin í Stóra Pakkhúsi frá kl.15.

Konfirmantar í Skála kirkju pálmasunnudag kl. 11

Prestur er Símun P. Jacobsen:

Aron Højgaard – Skálavegur 268, Skála - Opið hús í Meinigheitshúsinum á Skála frá kl. 17.

Esmar Kallsberg – Undir Torvbrekku 22, Strendur - Opið hús í kirkjuhúsinum frá kl. 17.

Jóhann Rasmussen – Undir Torvbrekku 30, Strendur - Opið hús frá kl. 17.

Andreas Karbech Drangberg – Hórheiðar 1, Skála - Opið hús frá kl. 14.30.

Eyðálvur Bech Bjartalíð – Sjóvarvegur 41, Strendur - Opið hús í Stranda skúla frá kl. 15.

Dánial Jógvan Gregersen – Eyrgøta 17, Strendur - Opið hús frá kl. 17.

Andrias Tummasarson Isaksen – Undir Torvbrekku 5, Strendur - Opið hús frá kl. 16.

Jeffrey Dulavík Berg – Hórheiðar 40, Skála - Opið hús frá kl. 15.

Hákun Gunnleifsson Heinesen – Úti á Fløtum 7, Skála - Opið hús í Kahyttini við bátahylin á Skála frá kl. 15.

Sámal í Selvindi – Gerðisgøta 12, Skála - Opið hús frá kl. 17.

Jóhan Jacob Knudsen – Heygavegur 9, Selatrað - Opið hús frá kl. 17.

Angela Julina Andersdóttir – Fløtuvegur 42, Strendur - Opið hús í Bygdahúsinum á Strondum frá kl. 16.

Karin Gunnardóttir Berg – Í Gerði 4, Strendur - Opið hús frá kl. 15.

Silja Viderø Nysted – Kvíggjarvegur 9, Oyndarfjørður - Opið hús í skúlanum í Oyndarfirði frá kl. 15.

Sólja Ljósá Leivsgarð – Geilin 1, Innan Glyvur - Opið hús í Pensionistahúsinum á Strondum frá kl. 16.

Poula Jógvansdóttir Drangberg – Hórheiðar 42, Skála - Opið hús í Meinigheitshúsinum á Skála frá kl. 17.

Rannvá Juul Hestoy – Uppi í Túni 21, Funningur - Opið hús í skúlanum í Funningi frá kl. 16.

Ella Ntlola Christensen – úti á Fløtum 4, Skála - Opið hús í Bygdasalinum á Skála frá kl. 14.30. 

Konfirmantar í Fuglafjarðar kirkju pálmasunnudag kl. 10.30

Prestur er Gerhard J. Mikkelsen:

Elisa Sackitey Joensen, Toftanesvegur 38, Fuglafjordur. Dagurin verður hildin í Thabor frá kl 16.

Gany Bogadóttir Lamhauge, Sevdalsvegur 18, Fuglafjørður. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16.

Aleks Lassaberg, Børkugøta 55, Kambsdalur. Dagurin verđur hildin heima frá kl.14.

Bárður Ólavsson, Stovugerði 10, Fuglafjørður. Dagurin verður hildin heima frä kl 15.

Dánjal Arthur Hansen, Toftanesvegur 110, Fuglafjørður. Dagurin verður hildin heima frá kl 16.

Dánjal Hermundarson, Toftanesvegur 74b. dagurin verður hildin í Lonini í Fuglafirði frá kl.14.

Jaspur Erlingsson Joensen, Børkugøta 27, Kambsdalur. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17.

Johannes Arnold Jørmundsson, Kirkjuvegur 17, Fuglafjørður. Dagurin veður hildin á Bjarnavegi 2 frá kl. 17.

Oddur Jákupsson Lamhauge, Hornavegur 2, Fuglafjørđur. Dagurin verđur hildin heima frá kl 15.

Konfirmantar í Leirvíkar kirkju pálmasunnudag kl. 12

Prestur er Gerhard J. Mikkelsen:

Jórun Elisabeth Joensen, Millum Svalir 18, 520 Leirvík. Dagurin verður hildin heima frá kl 16.

Vár Justinussen, Millum Svalir 7, Leirvík. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum í Leirvík, adressan er Gásamýra 6.

David Sølvason Vatnhamar, Við Garð 5, Leirvík. Dagurin verđur hildin frá kl 16 heima hjá Berg og Karin, adressan er Høgibøur 22.

Jacob Bacalso, Bóndagerði 3. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum frá kl 16.

Jónas Justinussen, Við Bólstein 6, Leirvík. Dagurin verður hildin heima frá kl.17.

Ólavur Suni Olsen, Heiðriksmørk 29, Leirvík. Dagurin verður hildin heima, frá kl. 16.

Sámuel Jóhan Leo, Heiðriksmørk 25, Leirvík. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2022