Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 16. apríl 2022 | Nr. 16 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Meðan Pól Sundskarð bíðaði eftir hjálp, tók hann hesa myndina

SíÐa 2

1 Leygardagur 16. apríl 2022

Góðan lesihug og gleðiligar páskir

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Gleðiligar páskir

Lýðkan hómast í luftini, og onkur tekin eru um, at gróðurin er við at fáa tamarhald á vetrarkuldanum, og alt landið ger seg til at grønkast.

Tað grønkast ikki bert við vøkstrinum, men eisini á orkuøkinum eru tekin um, at gróður er komin í grønkingina.

Okkurt bendir á, at talið av akførum, sum verða rikin við við bensin og diesel, nú er minkandi so hvørt sum fólk eru farin at keypa sær ravmagnsdrivnar bilar.

Og á Húsareyni, Gellingakletti og skjótt eisini í Flatnahaganum stingast stórar vindmyllur upp, sum geva vónir um, at ravmagnsdrivnu akførini veruliga fáa høvi at kalla seg grøn innan alt ov langa tíð.

Í vikuni kom so eisini svenska fyritøkan, sum hevur gjørt royndir við sjóvarfalsorku við sveimandi drekum undir vatnskorpuni, við ætlanum um at gera enn fleiri royndir í Føroyum við hesum slag av ravmagnsframleiðslu. Tað sær út til, at tað kanska fer at lata seg gera hjá okkum at gerast grønar, hvat ravmagnsframleiðslu á landi viðvíkur, innan komandi áratíggjuskifti.

Tað er gott, serliga nú vit uppliva at ymsu prísirnir á gerandisvørum eru farnir at hækka. Ikki minst á brennievni – alt hetta sum avleiðing av óskiljandi ófriðinum, sum gongur fyri seg í Ukreina.

Tað eru nú skjótt farnir tveir mánaðir síðani, at russiski forsetin gav tey fyri okkum púra óskiljandi boðini um at leypa á Ukraina, sum skilst, fyri at hjálpa russisk vinarligu separatistunum í eystastu landslutunum, Donetsk og Luhansk, móti tí, ið varð sagt at vera ukrainskur ágangur.

Enn er tað ikki eydnast Russlandi at sannføra umheimin um, at neyðugt var at fremja hesa yvirgangsatsóknina, sum vísti seg ikki bara at vera ein roynd at taka ræði á hesum nevndu landslutunum, men ein ætlan at niðurberja eina heila tjóð við yvir 40 milliónum íbúgvum. Sjeyndstørsta landið í Evropa, mált eftir íbúgvum, og tað næststørsta í Evropa í vídd – bara áleyparin, Russland, er størri.

Ein níðingsgerð av Putin og hansara stjórn, sum vit ikki kunnu góðtaka, og eiga at løna aftur við at seta øll tey friðarligu móttiltøk í verk, sum vit kunnu, til tess at trýsta ovastarnar í Kreml til at steðga við ørskapinum.

Men tað tykist ikki at rína við, og tí eru vit veruliga farin at merkja tað á øðrum økjum eisini. Prísurin á brennievni hækkar við risafetum, tað merkist eisini á inflasjónini, og í prísvøkstri á fleiri gerandisvørum.

Ukreina er – ella var – stórframleiðari av serliga landbúnaðarvørum, sum vit meta sum alneyðug í Evropa. Kemur trot á hesar vørur, so fer hetta eisini at broyta gerandisdag okkara til tað verra.

Og hvaðna verri verður so at fyrigeva Putin og hansara samansvornu fyri níðingsgerðirnar móti ukreinska fólkinum.

Vit eru mitt í kristnu páskahalguni, og júst fyrigeving er ein av grundsúlunum í kristna friðarboðskapinum. Hevnd hevur ongantíð verið loysn á nakrari ósemju, kristna siðalæran mælir til heldur at fyrigeva enn at hevna.

Men hvussu leingi kann vesturheimurin standa sum áskoðari til henda sorgarleik uttan at gera nakað munagott fyri at fáa ein enda á ræðuleikunum?

Við vónum um at halgan kann fáa onkran á betri tankar, fara vit at ynskja øllum einar gleðiligar og friðarligar páskir.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3343

    Lisnar síður: 9447

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 16. apríl 2022

Meðan Pól Sundskarð bíðaði eftir hjálp, tók hann hesa myndina

Tað gongur framá hjá kenda fjallgangaranum, og hóast hann ikki kann ganga í fjøllunum longur, er málið nú loksins at geva bók út um fjallatúrar. Her eru myndir frá lagnutúrinum 13. oktober

Hesa myndina tók Pól Sundskarð eftir hann var dottin, og lá og bíðaði eftir hjálp (Mynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er eitt hálvt ár síðani at kendi fjallagangarin Pól Sundskarð var óheppin og gleið millum Seyðringarskarð og Áarskarð á veg oman í Strandadal.

Hann kom illa fyri, og hevur verið undir skurði tvær ferðir og eisini undir uppvenjing síðani hendingina. Tað gongur tó framá hjá Pól Sundskarð, sum seinastu árini hevur verið javnur gestur á fjallatindum um allar Føroyar. Eisini hava vit á Portalinum havt óteljandi myndir frá Pól Sundskarð.

[object Object]Kona Pól, Bjørg á Lava Sundskarð, saman við manninum á Ríkissjúkrahúsinum í oktober

Nú fer hann undir at geva bók út um fjallatúrar. Undir greinini ber til at síggja myndir frá lagnutúrinum 13. oktober.

Soleiðis skrivaði hann á Facebook mikudagin:

Í dag, mikudagin 13. apríl, er júst eitt hálvt ár liðið síðani eg dátt oman og fekk stóran skaða. Tað hendi niðan fyri Snæfelli, millum Seyðringarskarð og Áarskarð mikudagin 13 oktober kl. 12.30.

Tíðin er flogin avstað síðani. Eingin dagur hevur verði langur, tvørturímóti. Men broytingin hevur verið næstan total. Eg fór frá at kunna gera næstan alt til næstan einki at kunna.

Eg eri farin gjøgnum nógvar vøkunætur við svárari pínu, men eg havi sanniliga eisini hugnað mær við teimum nærmastu. Og eg havi verið meira til staðar enn eg ofta var áðrenn.

Tvær skurviðgerðir havi eg eisini verið ígjøgnum, tann seinna var fyri bert 14 døgum síðani. Í byrjanini tók eg 35 tablettir um dagin. Nú er talið farið niður á 12, og tá hesin mánaðurin er farin verði eg vónandi pínustillaður uttan nakran  heilivág.

Í morgun – eitt hálvt ár eftir hendingina – lat eg meg fyri fyrstu ferð í hosurnar sjálvur. Tað tók sína tíð, men fyri meg var tað ein stórur sigur. Venjingin gongur framá. Eg venji tríggjar ferðir á KS um vikuna, og gangi eisini túrar – men sjálvandi ikki í fjøllunum.

Fyrr var tað soleiðist, tá konan og eg gingu túrar, at eg ofta bað hana skunda sær. Eg var nokk í so ótolin. Í dag er tað hon, sum er venjarin – og hon er tíbetur ikki ótolin.

Eg eri í góðum hondum.

Fjøllunum havi eg ikki heilt slept, hóast eg ikki kann ganga har longur. Komandi mánaðin og nakrar mánaðir fram fari eg at brúka tíðina saman við Sprotanum. Málið er loksins at geva út eina bók um fjallatúrar á øllum oyggjunum við myndum, slóðum og áhugaverdum teksti, sum Árni Dahl og Lis Mortensen hava skrivað. Hetta gleði eg meg til. Vónin er, at bókin verður tøk til jólasøluna.

At enda vil eg takka øllum, sum á ymiskan hátt hava hjálpt, stuðlað og biðið fyri okkum farnu seks mánaðirnar. Serliga ferð tøkkin til okkara tilbúgving og okkara heilsuverk.

[object Object]
Árnafjørður, myndin er tikin niðan fyri Seyðringarskarð

[object Object]
Lisshøvdi er altíð vakur at líta at

[object Object]
"Holan" í Seyðringarskarði, umleið 60 cm í tvørmát og 180 cm djúp. Tað var hesa myndina Pól vildi hava á túrinum tann 13. oktober

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2022

3 Leygardagur 16. apríl 2022

Samstarvsyvirlýsing millum Japan og Føroyar

Yvirlýsingin varð undirskrivað í Tokyo týsdagin

(Mynd: ummr.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týsdagin var samstarvsyvirlýsing undirritað millum Føroyar og Japan. Yvirlýsingin hevur til endamáls at skipa ein formligan karm fyri samstarvi millum Føroyar og Japan á handilsøkinum, umframt innan gransking, mentan og útbúgving o.a.

Samstarvsyvirlýsingin varð undirritað í Tokyo.

Fyri Føroyar undirritaði Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, og fyri Japan undirritaði Takako Suzuki, ráðkvinna við uttanríkismálum.

- Føroyar hava í fleiri ár virkað fyri at styrkja samstarvið við Japan, serliga á handilsøkinum. Samstarvsyvirlýsingin er eitt týdningarmikið fet á hesi leiðini, eisini fyri samstarvið innan mentan, útbúgving og gransking, sigur Jenis av Rana landsstýrismaður.

- Japan er eitt fólkaræði við somu kjarnuvirðum viðvíkjandi rættartrygd, talufrælsi og mannarættindum sum Føroyar. Japan er eisini oyggjasamfelag og fiskivinnutjóð, er tí ein samstarvspartur í Asia, sum Føroyar eiga at raðfesta. Japan er eisini ein stórur og spennandi marknaður fyri føroyskan útflutning, sigur Jenis av Rana á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2022

4 Leygardagur 16. apríl 2022

Pf. Formula aftur eitt gott rakstrarúrslit

Høvuðspartaeigarar hjá Pf. Formula er Pf. Seiggi, sum umleið 70 starvsfólk eiga. 14 milliónir krónur eru settar av til vinningsbýti

(Mynd: Formula)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Formula er Føroya størsta KT felag, sum veitir heildartænastur innan KT til føroyskar kundar í øllum vinnugreinum, umframt at felagið eisini selur tænastur til útlendskar kundar.

Staðfestast má at tað hevur hilnast væl hjá nýggju eigarunum síðani 2018. Ársúrslitið í 2021 gjørtist eitt avlop eftir skatt á 14 milliónir krónur. Eigarnir rinda sær 14 milliónir krónur út í vinningsbýti.

Í 2018 var eigaraskifti í Formula, har ið tað í dag eru heili 70 starvsfólk, sum eiga stóran part av felagnum.

Í leiðslufrágreiðingini stendur, at leiðslan er nøgd við úrslitið. Stórur eftirspurnignur var eftir tænastum og loysnum frá Formula, bæði í Føroyum og uttanlands.

[object Object]

Rakstrarroknskapurin 
Bruttovinningurin hjá Formula øktist eitt vet úr 69,4 milliónum í 2020 til 70,4 milliónir krónur í 2021. Vøksturin í bruttovinninginum er 1,4 prosent. Nettosølan er ikki upplýst av Formula av kappingarorsøkum.

Starvsfólkaútreiðslurnar øktist heili 13 prosent, úr 44,9 í 2020 til 50,8 milliónir krónur í 2022.

Úrlisitið áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt Ebidta, sum vísur tað primera rakstrarlønsemið, minkaði úr 24,4 milliónum í 2020 til 19,6 milliónir krónur. Minkingin var 20 prosent.

Ársúrslitið var eitt avlop á 14 milliónir krónur, sammett við 17,3 milliónir í 2020. Men sammett við undanfarin ár er úrslitið í 2021 framvegis gott.

Felagið hevði tó fíggjarligar inntøkur í 2021 frá sínum dótturfeløgum uttanlands á 5,5 milliónir krónur, sum tí ávirkar úrslitið hjá felagnum munandi í 2021.

Úrslit eftir skatt í 2021 gjørdist tí eitt avlop á 14,5 milliónir krónur, sammett við 15,6 milliónir krónur í 2020. Vøksturin í ársúrlitinum var tískil 5,9 prosent.

Fíggjarstøðan
Fíggjarjavnin hjá Pf. Formula í 2021 var í alt 81,6 milliónir krónur, sammett við 85,4 milliónir krónur í 2020.

Støðisognin øktist úr 16 milliónum í 2020 til 20,5 milliónir krónur í 2021. Ogn í umferð fall hinvegin úr 69,4 í 2020 til 61,1 milliónir krónur í 2021.

[object Object]

Eginpeningurin hjá Pf. Formula var við ársenda 2021 samanlagt 33,3 milliónir krónur sammett við 36 millióónir í 2020. Talan er um eina fíggjarliga sterka fyritøku, við einum trygdarevni á 40,8, sum má metast at verða gott.

Felagið hevur onga langfreistaða skuld. Stuttfreistaða skuldin er 44,9 milliónir krónur.

Gjaldførið hjá er somuleiðis gott í 2021. Gjaldførislutfallið var 136,1 prosent í 2021 har tað í 2020 var 145,7 prosent. Tøkur peningur á bók var við ársenda 2021 í alt 24,4 milliónir krónur.

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 14 milliónir krónur av sum vinningsbýti til eigararnar.

Høvuðspartaeigarar hjá Pf. Formula er Pf. Seiggi, sum umleið 70 starvsfólk eiga. Harumframt er Føroya Tele, sum var høvuðseigarin áðrenn 2018, framvegis partaeigari.

Stjórar í Formula eru Fróði Magnusen og Árni Arge. Nevndarformaður er Niels Winther Poulsen, advokatur.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2022

5

Størv

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Sølufólk til Byggivinnuna

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Roðin søkir eftir heilsurøktara til sambýlið Vesturskin á Toftum

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Ráðgevi til Sansir

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Reingerðarfólk til Glasir

Meira Umsóknarfreist: 11. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Landmátingsteknikari til Munin

Meira Umsóknarfreist: 10. desember 2024

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:
6 Leygardagur 16. apríl 2022

SMS aftur eitt gott úrslit fyri 2021

Botnlinjan vísir eitt avlop upp á 31,4 milliónir krónur og 20 milliónir verða latnar í vinningsbýti til eigararnar

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Føroya størsta handilsstað er S.M.S. í Havn, sum á fyrsta sinni lat upp í 1977. Tað var kendi vinnulívsmaðurin Hans Mortensen, sum tá var høvuðsstigtakarin og stóri eigarin.

Síðani er SMS alsamt útbygt fleiri ferðir, soleiðis at tað í dag eru 28 handlar og matstovur í sølumiðstøðuni. Í dag er tað Niels Mortensen, sum er stóri og annar av partaeigarunum í felagnum.

Umframt stóra virksemið í SMS eigur felagið eisini fleiri dótturfeløg. Nevnast kunnu Pf. Miðlon, Dvøljan, Rumbul, Power Føroyar og Burn Fitness, sum hvør sær eisini hava stórt virksemið.

Niðanfyri viðgerða vit samtaksroknskapin (kosern roknskapin) hjá Pf. S.M.S.:

Rakstraroknskapurin

Roknskapurin hjá Pf. S.M.S. vísur at nettosølan øktist úr 575,6 milliónum krónum í 2020 til 606 milliónir krónur í 2021, sum er ein vøkstur á 5,3 prosent.

Samlaðu starvsfólkakostnaðirnir í 2021 vóru 102,3 milliónir krónur, sum er ein vøkstur á 9,9 prosent í mun til 2020.

Pf. S.M.S. er eitt stórt arbeiðspláss eftir føroyskum mátistokki. Í alt starvaðist 275 starvsfólk í fyritøkuni í 2021.

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt Ebidta, var 64,3 milliónir krónur, sammett við 54,2 milliónir krónur í 2020, sum gevur ein vøkstur á 18,6 prosent.

Ársúrslitið hjá Pf. S.M.S. í 2021 var eitt avlop á 31,4 milliónir krónur sammett við 32,3 milliónir í 2020. Tá hevur S.M.S. fyri 2021 úrslitið rindað 6,1 milliónir krónur í partafelagsskatti til landskassan.

Aðalfundurin hevur sett 20 milliónir krónur av til vinningsbýti til eigararnar.

Fíggjarstøðan

Fíggjarjavnin hjá Pf. S.M.S. samtakinum var 368,2 milliónir krónur í 2021, sum er áleið sama støði sum i 2020, tá samlaða ognin var 366,5 milliónir krónur.

Støðisognirnar øktist úr 267,3 milliónum í 2020 til 272,3 milliónir krónur í 2021.

Ogn í umferð var 94 milliónir í 2021 sammett við 97,1 milliónir krónur í 2020.

Pf. S.M.S. er væl fyri fíggjarliga. Eginognin er økt úr 120,6 milliónum í 2020 til 139 milliónir krónur í 2021. Trygdarevnið er tískil økt úr 32,9 prosentum í 2020 til 37,8 prosent í 2021.

Langfreistaða skuldin er fallin úr 150,3 milliónum í 2020 til 130,5 milliónir krónur í 2021. 

Stuttfreistað skuld er økt úr 83,1 milliónum í 2020 til 85,2 milliónir krónur í 2021.

Partaeigararnir í Pf. S.M.S. eru Spf. NM Holding og Pf. Enniberg.

Stjóri í Pf. S.M.S. er Niels Heini Mortensen og nevndarformaður er Christian Fríbjart Andreasen.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2022

7 Leygardagur 16. apríl 2022

JT Electric besta úrslit nakrantíð

Ársúrslitið gjørdist 14,5 milliónir krónur sammett við 12,8 milliónir krónur í fjør. Fyritøkan hevur stórt verksemi uttanlands

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt yvirskot á 14,4 milliónir krónur, sum er besta úrslit nakrantíð hjá JT Electric, sum annars eisini ber uppruna navnið Pf. Jóannes Thomsen.

JT Electric er ein innovativ fyritøka, sum mennir, útviklar og selur egnar vørur í Føroyum og uttanlanda, og sum sambært leiðsluni hevur stórar framtíðar møguleikar á alheims marknaðinum.

Fyritøkan, sum Jóannes Thomsen stovnaði í 1972, fyri 50 árum síðani, hevur ment seg munandi síðstu árini. Frá at verða ein el innleggjara fyritøka í Fuglafirði, sum við tíðini flutti út á Kambsdal og menti vørur og tænastur til fiskivinnuna og alivinnuna í Føroyum og uttanlanda. Í dag hevur felagið miðsavnað seg um menna og selja vørur og tænastur til alivinnuna.

Av vørum, sum JT Electric hevur ment síðstu árini kunnu nevnast fóðurskipanir, kameraskipanir, sensor skipanir, undirvatns ljós, undirvatns kamera, fóðurflakar, ilt sensorar, umframt at felagið eisini byggir fóðurskip til alivinnuna í Pólandi.  JT Electric er tí í dag ein heildarveitari av tekniskari útgerð til alivinnuna.

Í 2020 keypti JT Electric skotska felagið Sterner Aquatech UK, sum m.a. arbeiðir innan water treatment og sludge treatment til smoltstøðir. JT Electric hevur í dag munandi virksemi ígjøgnum síni dótturfeløg bæði í Skotlandi og í Pólandi, og er líka so nógv ein altjóða fyritøka í dag, sum kappast við útlendskar veitarar á marknaðinum og har størri parturin av søluni í dag er uttanlands.

Sambært stjóranum í felagnum, Suna Justinussen, er uttanlandsvirksemið hjá JT Electric miðvíst økt, og hevur tað verið ein partur av strategi felagsins. Goður møguleiki er fyri at uttanlandamarknaðurin framyvir kann gerast enn størri og meira týdningarmikil hjá felagnum, umframt at føroysku kundarnir eisini framhaldandi fáa bjóða dygdargóðar vørur og tænastur.

Rakstrarroknskapurin

[object Object]

Roknskapurin hjá JT Electric vísur, at bruttovinningurin fall úr 31,4 milliónum í 2020 til 27,2 milliónir krónur í 2021.

Starvsfólkaútreiðslurnar vóru 14,2 milliónir krónur í 2021, sum er 1,1 milliónir lægri enn í 2020. Í alt 70 fólk starvast í fyritøkuni í Føroyum og uttanlands.

Úrslit áðrenn avskrivingar, Ebidta, fall úr 16,1 milliónum í 2020 til 13,1 milliónir krónur í 2021. Talan er tí um eitt fall í Ebidta á 18,9 prosent.

Felagið hevði tó fíggjarligar inntøkur í 2021 frá sínum dótturfeløgum uttanlands á 5,5 milliónir krónur, sum tí ávirkar úrslitið hjá felagnum munandi í 2021.

Úrslit eftir skatt í 2021 gjørdist tí eitt avlop á 14,5 milliónir krónur, sammett við 12,8 milliónir í 2020. Vøksturin í ársúrlitinum var tískil 5,9 prosent.

Fíggjarstøðan 

[object Object]

[object Object]

Fíggjarjavnin hjá JT Electric var í 2021 íalt 105,4 milliónir krónur, sum er sama støði sum í 2020.  

Støðisognin øktist úr 78,3 milliónum í 2020 til 81,3 milliónir krónur í 2021. Ogn í umferð fall hinvegin úr 28,1 milliónum í 2020 til 24,1 milliónir krónur í 2021. Serliga kann nevnast, at vørugoymslurnar í 2021 øktist við 4,6 milliónum til 11,6 milliónir krónur í 2021. Harnæst fall áogn frá skuldarum úr 16,8 milliónum í 2020 til 11,6 milliónir krónur í 2021. 

Eginpeningurin hjá JT Electric var við ársenda 2021 samanlagt 62,9 milliónir krónur sammett við 53,4 milliónir í 2020. Talan er um eina fíggjarliga sterka fyritøku, við einum trygdarevni á 60 prosent, sum má metast at verða gott. 

Felagið hevur goldið 4,4 milliónir niður á langfreistaðu skuldina, sum við ársenda 2021 íalt var 20,1 milliónir krónur Stuttfreistaða skuldin er somuleiðis minkað við 4,5 milliónum til 22,0 milliónir krónur í 2021.  

Gjaldførið hjá JT Elecric var rímuligt í 2021 , tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 109 prosent samanborið við 106 prosent í 2020. 

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 5 milliónir krónur av sum vinningsbýti til eigararnar. 

Høvuðspartaeigarin av Pf. Jóannes Thomsen (JT Electric) er Spf. Skrínið, sum er dótturfelag hjá Pf. Tjaldur.

Stjóri síðani 2017 hevur verið Suni Justinussen. Nevndarformaður er Árni Tór Rasmussen.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022

8 Leygardagur 16. apríl 2022

Betri samtakið: 70 milliónir til samfelagið

Úrslitið hjá Betri samtakinum fyri 2021 gjørdist framúr gott, og á aðalfundinum herfyri varð avgerð tikin um at lata 70 milliónir aftur til samfelagið – bæði sum beinleiðis afturbering til eigararnar og sum stuðul

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinasta fríggjakvøld varð aðalfundur í Betri samtakinum. Tað er Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri, og í kvøld var staðfest, at tað gongur sera væl.

- Tað eru ymsar orsøkir til góða úrslitið. Eitt nú økt virksemi í øllum dótturfeløgum, færri skaðar, umframt sera jalig gongd á virðisbrævamarknaðunum, greiðir Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna fyri Betri samtakið, frá.

Hon vísir á, at øll feløgini í samtakinum, serliga Betri Trygging og Betri Banki, høvdu sera góð úrslit í 2021. Bankin hevur tó ikki goldið vinningsbýti út í ár, tí hann bjálvar seg til høgu kapitalkrøvini, ið verða sett føroysku SIFI bankunum.

Tilsamans varð úrslitið hjá Betri Samtakinum 276,8 milliónir krónur eftir skatt, og umboðsráðið, sum umboðar eigararnar, gjørdi av at rinda 40 milliónir krónur aftur til limirnar. Hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at vinningsbýti verður rindað út sum Limakrónur.

Harumframt varð avgerð tikin um at lata aðrar 30 milliónir krónur til virksemið hjá Betri Stuðuli, ið stuðlar verkætlanum, sum skapa tryggleika og fyribyrgja sjúku og skaða í Føroyum ella onkursvegna eru samfelagsgagnligar.

Tað fara sostatt 70 milliónir krónur av ársúrslitinum hjá Betri aftur til føroyska samfelagið.

- Vit fegnast um góða úrslitið og góðu gongdina. Hartil eru vit sera fegin um, at vit, sum eitt limaátt felag, kunnu tryggja, at góðu úrslitini hjá samtakinum koma føroyingum og Føroyum til góðar, sigur Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna í Betri samtakinum.

Á aðalfundinum er fastur táttur at hava nevndarval. Nývald í nevndina er Poula Michelsen, og hon kemur í nevndina saman við Aslaug Gisladóttir, Gunn Danielsen, Ragnari Joensen, Petur Eliasi Nielsen og Mortani Simonsen.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Aslaug Gisladóttir sum forkvinnu og Gunn Danielsen sum næstforkvinnu. Tær hava verið í formansskapinum og staðið á odda fyri samtakinum síðani 2018.

Ársroknskapurin hjá samtakinum í stuttum:
· Úrslitið eftir skatt 276,8 mió. kr. (2020: 146,3 mió. kr.)
· Eginognin 3.729,6 mió. kr. (2020: 3.458,0 mió. kr.)
· Renta av eginogn aftaná skatt 7,7 % (2020: 4,3 %)
· Solvensurin hjá samtakinum við árslok var 33,4 % (2020: 33,7 %)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2022

9 Leygardagur 16. apríl 2022

Flestu føroyingar vilja steingja havnir og steðga útflutningi til Russlands

Tað vísir kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Javnaðarflokkin á fólkatingi

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nýggj kanning um uttanríkismál og viðurskifti við Russland vísir, at ein meiriluti av føroyingum eru fyri at steingja føroyskar havnir fyri russiskum skipum og at fyribils forbjóða útflutningi til Russlands.

Eftir innrásina í Ukraina hava ES og onnur vestanlond sett handilslig tiltøk í verk móti Russlandi. Stórabretland hevur fyri vikum síðani noktað russiskum skipum atgongd, og nú boðar ES frá, at russisk skip heldur ikki sleppa í ES-havnir.

[object Object]

Landstýrið hevur áður boðað frá, at tey fylgja sanktiónunum, sum ES setur í verk.
Til báðar spurningarnar svara næstan 20 prosent av teimum spurdu, at tey vita ikki. Tað eru sostatt nógv, sum ivast í hesum viðurskiftunum.

[object Object]

Tað er Spyr.fo, sum mánakvøldið 11. apríl gjørdi kanningina fyri Javnaðarflokkin á fólkatingi. Óvissan í kanningini er upp til 3,5 prosent.

Mikudagin 4. mai verður ráðstevna um virðir, handil og uttanríkispolitikk á Hotel Føroyum, har nøkur av hesum viðurskiftunum verða sett á breddan. Upplegg verða frá m.a. granskarum, Vinnuhúsinum og presti.

Tað er Javnaðarflokkurin á fólkatingi, sum skipar fyri ráðstevnuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2022

10 Leygardagur 16. apríl 2022

Hilmar Eliasen farin frá sum stjóri

Jóan Petur Abrahamsen er virkandi stjóri hjá Strandfaraskipum Landsins í løtuni

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hilmar Eliasen, ið hevur verið stjóri á Strandfaraskipum Landsins síðan 1. juni 2014, er farin frá.

Tað váttar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, landsstýrismaður við samferðslumálum.

Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari er í løtuni virkandi stjóri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2022

11 Leygardagur 16. apríl 2022

Martin Restorff gevst sum hotellstjóri í heyst

Skal ístaðin víðarimenna hotellið sum limur í nevndini - Atlantsflog fer nú at leita eftir nýggjum stjóra á Hilton Garden Inn Faroe Islands

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Martin Restorff skiftir stjórasessin á Hilton Garden Inn út við ein nevndarsess á hotellinum. Hesum boðar Atlantsflog frá í tíðindaskrivi í dag.

Í nevndini skal Martin Restorff vera við til at víðarimenna hotellið við Staravegin í Havn, sum hann í stjórastarvinum sjálvur var við til at leggja lunnar undir fyri fýra árum síðani.

Martin Restorff hevur verið stjóri á Hilton Garden Inn Faroe Islands, síðani farið var undir at fyrireika og byggja hotellið fyri fýra árum síðani. Hesi fýra árini hevur hann sostatt bæði staðið á odda fyri at byggja hotellið og menna hotell-virksemið við Staravegin í Havn. Nú er stundin komin at skifta stjóarsessin á hotellinum út við ein nevndarsess.

- Í nevndini fái eg møguleikan at vera við til at víðarimenna virksemið á Hilton, meðan ein nýggjur stjóri tekur sær av dagliga rakstrinum. Tað er krevjandi at hava dagligu ábyrgdina av hotell-virkseminum, og nú gleði eg meg til at kunna hugsavna meg um hotellið á yvirskipaðum strategiskum stigi saman við nevndini og komandi stjóranum, sigur Martin Restorff, sum fer úr stjórasessinum 1. september í ár.

[object Object]

Formliga hevur dótturfelagið hjá Atlantic Airways, sum nevnist Hotel Atlantic, hotell-raksturin um hendi undir navninum Hilton Garden Inn Faroe Islands. Niels Mortensen er nevndarformaður, og hann er væl nøgdur við hesa loysnina.

- Martin Restorff hevur eftir stuttari tíð sett gongd á eitt hotell í Føroyum, sum er partur av einari altjóða hotell-ketu, og samstundis hevur hann sett sín heilt serliga dám á hotellið. Hetta hevur hann gjørt, meðan korona bæði var ein forðing fyri byggiarbeiðinum og virkseminum ta fyrstu tíðina, so vit eru sera takksom fyri hansara leiklut, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.

Nú verður farið undir at leita eftir nýggjum stjóra, sum saman við nevndini kann føra Hilton Garden Inn víðari á tí trygga undirstøði, ið er lagt seinastu fýra árini. Hilton-navnið hevur verið ein háttur at seta Føroyar á heimskortið, tí tað gevur føroyskari ferðavinnu atgongd til ein umfatandi og áhugaverdan kundaskara alt árið.

Ársaðalfundur var í Hotel Atlantic fríggjadagin 8. apríl, har m.a. roknskapurin fyri 2021 varð lagdur fram. Avlopið av virkseminum hjá Hilton Garden Inn var tvær milliónir krónur fyri skatt, og tað er nevndin væl nøgd við.

- Vit eru væl nøgd við gongdina higartil. Serstakliga tá hugsað verður um, at hotellið ongan almennan koronustuðul fekk, og at avdráttarskái í koronutíðini var nóg mikið til at fáa hotellið ígjøgnum strævnu tíðina, tá alheimsfarsóttin herjaði. Og tað sær tíbetur út til, at verulig gongd aftur kemur á ferðavinnuna í ár, staðfestir Niels Mortensen, nevndarformaður.

Í nevndini í Hotel Atlantic sita Niels Mortensen, formaður, Allan Linneberg Agerholm, Jóhanna á Bergi, Marius E. Davidsen og Martin Restorff, sum var valdur í staðin fyri Lailu Ísheim Hentze, ið fór úr nevndini á aðalfundinum fríggjadagin.

[object Object]Niels Mortensen, nevndarformaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2022

12 Leygardagur 16. apríl 2022

Fyrsti ukrainin fingið uppihaldsloyvi

Um 40 flóttar, ið eru riknir úr Ukraina, hava søkt um uppihaldsloyvi eftir serlógini, ið varð kunngjørd sunnudagin

(Tilvildarlig mynd: Reyði Krossur)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin fekk fyrsti ukrainin í Føroyum uppihaldsloyvi eftir serlógini, sum Løgtingið einmælt samtykti hósdagin í farnu viku. Serlógin gevur  persónum, sum eru riknir úr Ukraina, loyvi til fyribils at hava uppihald í Føroyum í upp til tvey ár.

- Eg fegnist um, at vit í Føroyum kunnu rætta neyðstøddum ukrainum eina hjálpandi hond – og somuleiðis um, at politiska skipanin hevur staðið saman í hesi tilgongdini. Politisk semja og gott samstarv millum allar partar, sum eiga ein lut í hesi tilgongdini, geva góðar fyritreytir fyri, at okkara fyrstu royndir við flóttum kunnu fara at eydnast, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum.

Útlendingaøkið er felagsmál, og serlógin um fyribils uppihaldsloyvi til persónar, sum eru riknir úr Ukraina, varð kunngjørd bæði í Lovtidende og í Kunngerðablaðnum um vikuskiftið. Sunnudagin søktu fyrstu 15 ukrainarnir um uppihaldsloyvi, og í dag varð fyrsta loyvið avgreitt. Higartil hava á leið 40 ukrainar søkt um uppihaldsloyvi.

Ukrainar, sum higartil eru komnir til Føroya, hava fingið bústað, men møta á móttøkuhúsinum, sum Útlendingastovan og Reyði Krossur í felag hava skipað á Føroya Fólkaháskúla fyri at avgreiða umsóknir um uppihaldsloyvi og fyri at verða kunnaðir um ymisk viðurskifti í føroyska samfelagnum.

[object Object]
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður

Eitt eyðkenni við serlógini, samanborið við vanligu útlendingalóggávuna, er, at persónar, sum fáa fyribils uppihaldsloyvi, kunnu fara til arbeiðis beinanvegin uttan at tørva serskilt arbeiðsloyvi. Nakrir av ukrainunum, sum eru komnir til Føroya, væntast at fara til arbeiðis eftir páskir. Í næstum skipar Vinnuhúsið fyri kunnandi tiltaki, har ukrainar í Føroyum verða kunnaðir um føroyska arbeiðsmarknaðin.

- Vit vita, at avbjóðingar kunnu stinga seg upp, og tí hava vit sett á stovn samskipandi eind, sum tryggjar eitt smidligt samstarv millum avvarðandi myndugleikar og tænastuveitarar, sigur Magnus Rasmussen.

Í samskipandi eindini eru umboð fyri Umhvørvis- og vinnumálaráðið, Almannaráðið og Almannaverkið, Løgregluna, Heilsumálaráðið, Uttanríkis- og mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið, Kommunufelagið og Reyða Kross.

Tíðindaskriv frá Undirvísingar- og vinnumálaráðnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2022

13
Leygardagur 16. apríl 2022

Eysturbúgvin sokkin

Vesturbúgvan og Eysturbúgvan stoyttu skírismorgun saman á gulllaksaveiðu, sigur MRCC. Øll manningin varð bjargað

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Beint fyri klokkan fimm føroyska tíð hósmorgunin stoyttu Vesturbúgvin og Eysturbúgvin saman suðuri móti markinum sunnan fyri Føroyar.

Tað upplýsir MRCC í fráboðan.

Eysturbúgvin sakk eftir stuttari løtu. Øll manningin, sum taldi sjey, var skjótt bjargað umborð á Vesturbúgvan við MOB bátinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2022

14
Leygardagur 16. apríl 2022

Vesturbúgvin fingið nakað av skaða

Partrolarin kom hóskvøldið inn við manningini á Eysturbúgvanum, sum eftir samanstoyt við Vesturbúgvan sakk tíðliga í skírismorgun

Mynd: Leivur Ree Torvadal
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vesturbúgvin kom skíriskvøld á Havnina eftir samanstoytin við Eysturbúgvan tíðliga um morgunin.

Eysturbúgvin sakk eftir stuttari løtu, men manningin sum taldi sjey, varð bjargað í øllum góðum.

Sum tað sæst á myndini omanfyri, hevur Vesturbúgvin fingið nakað av skaða av samanstoytinum. Tó ikki so mikið, at partrolarin ikki fekk siglt til lands.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2022

15
Leygardagur 16. apríl 2022

Skipasøga: Eysturbúgvin og Vesturbúgvin framkomnastu partrolararnir í Føroyum

Tíðliga skírismorgun stoyttu partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin saman, og Eysturbúgvin sakk eftir stuttari løtu

Eysturbúgvin sakk tíðliga í morgun (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Tað var um fimm tíðina skírismorgun, at partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin stoyttu saman á gulllaksafeltinum sunnanfyri Føroyar. Til alla lukku varð manningin á Eysturbúgvanum, sum taldi sjey mans, bjargað umborð á Vesturbúgvan.

Eysturbúgvin er bygdur á Tórshavnar skipasmiðju í 1991. Skipið, sum upprunaliga varð bygt til Vestmanna, fekk navnið Gullberg. 

Í 1994 verður skipið selt til Dals, har tað fekk navnið Eysturbúgvin, og nýggjur reiðari bleiv Jógvan Adolf Johannesen, sum eisini var ein av eigarunum. Seinni gjørdis Bjarki Magnussen reiðari á Eysturbúgvanum.

[object Object](Mynd: Kiran Jóanesarson)

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava partrolað tey seinastu 30 árini, og eru tað størsta og framkomnasta parið, sum vit hava í føroyska flotanum.

Tað serliga við hesum báðum djúpvatnstrolarunum er, at teir hava kølitangar, eins og uppsjóvarskipini, og kunnu lasta umleið 120 tons av fiski í part. Tí hava hesi bæði skipini eisini fiskað makrelin, sum parið hevur fingið tillutað seinastu árini.

Hóast Eysturbúgvin hevur skift eigara einaferð, so hevur Vesturbúgvin verið heimahoyrandi í Vestmanna øll árini, og havt somu eigarar.

[object Object]

Eysturbúgvin frammanfyri og Vesturbúgvin aftanfyri (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Hava riggað seg til gulllaksaveiðu

Føroyska gulllaksakvotan verður fiskað av trimum pørum.

• Polarhav og Stjørnan
• Fuglberg og Skoraberg
• Eysturbúgvin og Vesturbúgvin

Seinastu tíðina hava hesi trý pørini riggað seg til at fara á gulllaksaveiðu sunnanfyri Føroyar, og er vertíðin júst byrjað.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin høvdu júst fingið nýggj trolspøl ísett. Gomlu trolspølini, sum nú vóru yvir 30 ár vórðu skift út, og fór man frá føroyskum veitara til ein norksan veitara. 

Eigararnir vónaðu at nýggju spølini fóru at roynast eins væl og tey gomlu, men hesi sluppu aldrin at standa sína sannu roynd við Eysturbúgvanum.

[object Object]Vesturbúgvin og Eysturbúgvin landa í Fuglafirði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gekk skjótt frá óhappið til skipið sakk
Tíðliga hósmorgunin 14. spríl stoyttu systurskipini saman, og skaðin á Eysturbúgvanum var somikið stórur, at skipið sakk eftir heilt stuttari løtu. Manningin náddi ikki at senda út neyðarkall, men ein epirb boyða, sum vanligvís er á brúgvaveinginum, sendi út neyðarkall, men tá var manningin longu bjargað yvir á Vesturbúgvan.

Tað eydnaðist til alla lukku at bjarga manningini á Eysturbúgvanum yvir á Vesturbúgvan, sum nú hevur sett kós móti Havnini.

Manningin á Eysturbúgvanum taldið sjey mans.

Níggju ár síðan seinasta føroyska skipið sakk
Tað ganga tíbetur fleiri ár í millum at føroysk skip søkka.

Seinast eitt føroysk skip sakk var tann 31. juli í 2013 tá ið Gullberg sakk norðanfyri Føroyar.

Tað undarliga er, at Eysturbúgvin upprunaliga varð bygdur sum Gullberg, og bæði skipini vóru partrolarar.

Gullberg, sum sakk í 2013, var á makrelveiðu norðan fyri Føroyar, tá ið sjógvur fossaði inn í maskinrúmið. Manningin varð bjargað yvir á Sjagaklett, og eins og við Eysturbúgvanum, sakk Gullberg eftir stuttari tíð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2022

16
Leygardagur 16. apríl 2022

Ikki fyrstu ferð at partrolarar hava rent saman

Hósdagin sakk partrolarin Eysturbúgvin eftir at Vesturbúgvin rendi á skipið

Falkur varð árendur av Heyki í 2008 (Mynd: Bjørn Poulsen - Shipspotting.com)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Tað er tíbetur langt í millum at slík óhapp koma fyri, men tó eru tey ikki ókend.

Vit skulu aftur til 31. juli í 2013 tá ið eitt annað føroyskt skip sakk á fiskifeltinum. Talan var tá um partrolaran Gullberg, sum sakk á makrelfeltinum norðan fyri Føroyar.

Tað hevði tó einki við nakað siglingaóhapp at gera, men skipið tók brádliga sjógv inn, og sakk eftir stutta tíð.

Men skulu vit taka seinastu ferð, at partrolarar hava stoytt saman, so skulu vit aftur til 5. juli í 2008, tá ið partrolararnir Heykur og Falkur vóru til fiskiskap.

Hendan vakra summarmorgunin var tað so tjúkt í mjørka, hóast tað var bakandi sól og lýtt.

Partrolararnir Heykur og Falkur vóru til fiskiskap tá ið skiparin á Falki, sum hevði stýringina á towingini tá, gjørdist varugur við at okkurt ikki ruggaði rætt við trolinum. Hann tók tí avgerð um at taka trolið inn, soleiðis at greiða kundi fáast á hvat var galið.

Umborð á Heyki var tað stýrimaðurin, sum hevði ábyrgdina ta løtuna. Hesir báðir ráførdu seg um hvussu farast skuldi fram. Teir avgjørdu at Falkur skuldi fara 20 stig á bakborð, og Heykur 20 stig á stýriborð. Stýrimaðurin á Heyki fer síðan at purra skiparan upp, og er einans burtur í 20 sekund.

''Tá skiparin á Fálkor sær á Scantrawl skipanini at skipini eru 240 metrar frá hvørjum øðrum, biður hann stýrimannin á Heykur um at hála. Tá hann gevur ordra um at hála, sær hann Heykur tætt um bakborð. Hann gevur skipinum deyða skrúvu og startar allar fýra hydraulik pumpurnar, fyri at royna at steðga skipinum við at hála trolweirin skjótt inn. Hann kallar eisini yvir VHF á stýrimannin á Heyki og sigur, at teir eru komnir ov nær saman. Hesin VHF’ur sum stendur afturi við spælpultin á afturkanti á brúnni, hevur frammanundan tilburðin, ikki virka sum hann skal. Hesin feilur varð eisini staðfestur nú. Tá stýrimaðurin á Heykur fær boð um at hála og hevur koblað spælið í at hála, sær hann okkurt myrkt koma fram úr mjørkanum, beint framman fyri skipið. Hann setur motorin á fulla ferð bakk, men hann klárar ikki at steðga skipinum, sum siglir inn í bakborð síðu á Fálkor. Klokkan var uml. 0455 tá skipini stoyttu saman.''

Hetta stendur at lesa í sjóforfrágreiðingini, sum varð gjørt eftir samanstoytin.

Tað eydnaðist tó at sigla Falk á Havnina, har skipið varð tikið upp á bedingina at eftirmeta skaðan. Heykur sigldi við Falki allanvegin til lands fyri at tryggja at tað eydnaðist.

Falkur varð síðan gjørdur aftur, og skipini hava samtrolað uttan nakað óhapp síðan.

Heykur og Falkur komu í føroyska flotan í november í 2007, so tí var parið einans 8 mánaðar gamalt, tá ið samanstoyturin hendi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2022

17 Leygardagur 16. apríl 2022

Vørn: Hetta er rættiliga óheppið og keðiligt

Fleiri, ið hava loyvi at fiska hummara hava upplivað, at rúsur eru drignar og tømdar av óviðkomandi í fleiri støðum

(Mynd: Vørn)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Onkur hevur gjørt seg inn á hummararúsurnar hjá nøkrum av teimum, sum hava loyvi at fiska hummara.

Vørn hevur fingið at vita, at fleiri rúsur hjá í minsta lagi trimum rættindahavarum eru drignar, tømdar og síðani settar aftur. Hesir rættindahavarar hava helst mist virði av fleiri hundrað hummarum.

Rúsur eru drignar og tømdar av óviðkomandi í fleiri støðum.

– Teir ið hava loyvi at fiska hummara, eru álagdir ávísar treytir, so sum rúsutal, merking av reiðskapi, økisáseting o.a. Teir hava eisini altíð upplýst fyri okkum, hvar rúsurnar hava staðið, um vit hava biðið um tað. Nú er sjálvandi eitt sindur torførari at upplýsa, hvar rúsurnar eru, tí at onnur hava drigið tær og sett tær aftur á øðrum stað, skrivar Vørn.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2022

18
Leygardagur 16. apríl 2022

Frægasta loysnin fyri okkum

- Nú vóna vit, at skipið fer at rigga væl, at fiskur verður at fáa, og at góði prísurin heldur sær, sigur ein spentur Eyðvarur Petersen, skipari á Sandshavinum

Eyðvarur Petersen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Tað hevur verið ein drúgv tilgongd hjá okkum at fingið annað skip fyri ísfiskalínuskipið Fugltúgvuna. Hóast nýggja skipið nærum er javngamalt við Fugltúgvuna, so er tað væl størri og er eitt frystilínuskip. Tí er hetta eitt stórt framstig fyri okkum.

Tað sigur skiparin, og ein av eigarunum av Sandshavinum, Eyðvarur Petersen.

- Vit hava hugt eftir øðrum skipum, men tað varð ikki til nakað. Nú eigararnir av Kristrún hava keypt fyrrverandi Froyanes, bygdur í 2001, var Kristrún til sølu, og tað eydnaðist okkum at keypa skipið, sigur hann.

- Hóast skipið er í rímiliga góðum standi og er til fiskiskap við gørnum eftir svartkalva, so verður ymiskt at gera við skipið, áðrenn vit sleppa til fiskiskap við tí, sigur Eyðvarur.

- Høvuðsmotorurin og ein ljósmotorur skulu yvirhálast, og so er altíð okkurt annað, sum eisini skal gerast. Allur línureiðskapurin fylgir við, og hann skal setast upp, og skipið skal riggast til línufiskiskap, sigur hann. 

- Hetta var frægasta loysnin fyri okkum í mun til fíggjarorku og kvotur. Nú vóna vit, at skipið fer at rigga væl, at fiskur verður at fáa, og at góði prísurin heldur sær, sigur ein spentur Eyðvarur Petersen.

14-16 mans fara at vera við skipinum, og Eyðvarur verður skipari.

[object Object]
Kristrún

[object Object]
Sandshavið


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2022

19 Leygardagur 16. apríl 2022

Reyði Krossur latið seks milliónir til hjalparátøk í Ukraina

Síðst í februar sendi Reyði Krossur tvær milliónir til bráðfeingis hjálparátøk í Ukraina og grannalonunum. Nú er avgerð tikin um at lata fýra milliónir afturat

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Síðst í februar, stutt eftir at kreppan í Ukraina tók seg upp, sendi Reyði Krossur, við góðari hjálp frá føroyskum vinnulívi, tvær milliónir krónur til bráðfeingis hjálparátøk í Ukraina og grannalondunum. 

Nú er avgerð tikin um at lata fýra milliónir krónur afturat hesari upphædd til sama endamál. Sostatt hevur Reyði Krossur Føroya nú latið tilsamans seks milliónir krónur til hjálparátøk í Ukraina. Hjálparátøkini fevna eitt nú um skjól, vernd, mat, drekka, heilsutænastur og sálarligan stuðul. 

Peningurin kemur í stóran mun frá Stuðulskonsertini í mars, og er hetta tískil við góðum stuðli frá fólki og fyritøkum í Føroyum, at tað ber til at lata hesa upphæddina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2022

20 Leygardagur 16. apríl 2022

– Týdningarmikið við góðari tilbúgving

Náttina til hósdagin í farnu viku kavaði so illa, at ikki var koyrandi um Hálsin í Sandavági, tá eitt flogfar hjá Atlantsflogi lendi seint um kvøldið, og tí var heitt á sløkkiliðið í Vága kommunu um at hjálpa

(Mynd: Dánjal Pauli Poulsen/Vága kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Náttina til hósdagin 7. apríl kavaði illa, og tá eitt flogfar hjá Atlantsflog lendi seint um kvøldið, var ikki koyrandi um Hálsin í sandavági, og stóðu eini 15 bilar tí fastir í kavanum.

Men á miðjari nátt varð heitt á sløkkiliðið í Vága kommunu um at hjálpa, av tí at Landsverk ikki byrjaði at grava aftur fyrr enn klokkan fimm.

Vága kommuna skrivar soleiðis á heimasíðuna:

– Dánjal Pauli Poulsen, tilbúgvingarleiðari og Jónhard Selfoss frá sløkkiliðinum fóru norð á Háls, og fingu eini 10 bilar oman til Sandavágs, og ført nakrar bilar oman til tunnilin. Øll fólkini, ið vendu oman av Hálsi komu inn á sløkkiliðsstøðina inni á kaiini, har Bjarni Prior, borgarstjóri tók ímóti og bjóðaði kaffi. Ímeðan fór Jónhard Selfoss, sum bæði er partur av sløkkiliðinum og maskinførari hjá Vága kommunu, í gongd við kavarudding uppi á Hálsi, so floggestirnir kundu sleppa heim til hús. Klokkan hálvgum fýra á morgni leiddi Dánjal Pauli øll trygt norð til tunnilsmunnan.

– Tað hevur stóran týdning við einari góðari tilbúgving í kommununi, og fólki sum altíð eru klár at hjálpa, tá tørvur er á tí.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2022

21 Leygardagur 16. apríl 2022

Fólkatalið nærkast 53.800

Sambært Hagstovuni búðu 53.792 fólk í Føroyum 1. mars – talan er um ein vøkstur á 1,4 prosent í mun til somu tíð í fjør

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

1. mars í ár búðu nærum 53.800 fólk í Føroyum. Tað er 730 fleiri í mun til somu tíð í fjør, ella ein vøkstur á 1,4 prosent.

Hetta er tó nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá fólkatalið vaks við 1,5 prosent, skrivar Hagstovan.

Fólkatalið fór at vaksa aftur fyri á leið átta árum síðani, og setti tað met í 2019, tá yvir 900 fólk løgdust aftur at í einum 12-mánaðarskeiði. Síðani tá er vøksturin viknaður nakað, og millum 700 og 800 fólk leggjast nú afturat fyri hvørt 12-mánaðarskeið.

Fólkavøksturin heldur sostatt fram. Heilt nágreiniliga búði 53.792 fólk í Føroyum 1. mars.

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.

Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 216 fólk og eini nettoflyting á 514 fólk.

Í mun til undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin størri, serliga av at tilflytingin vaks meiri enn fráflytingin.

Burðaravlopið er tó væl minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Minkingin kemur bæði av, at færri børn vórðu fødd seinasta árið, og at talið á deyðum seinastu mánaðirnar hevur verið hægri enn vanligt, skrivar Hagstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2022

22 Leygardagur 16. apríl 2022

140 prosent fleiri ferðafólk fyrsta ársfjórðing

Í 2021 ferðaðust góð 20.000 ferðafólk umvegis flogvøllin í Vágum, men fyrsta ársfjórðing í ár var talið 49.000

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrsta ársfjórðing í ár ferðastu 49.000 ferðafólk umvegis flogvøllin í Vágum. Talan er um ein vøkstur á 140 prosent í mun til sama tíðarskeið í 2021, tá talið var gott 20.000.

Tað var eftir fyrsta ársfjórðing 2021, at ferðafólkatalið um flogvøllin byrjaði at vaksa aftur, eftir stóru afturgongdina í 2020, sum kom orsakað av koronafarsóttini. Í 2021 fóru tilsamans 240.000 ferðafólk um flogvøllin samanborið við 2020, tá ferðafólkatalið var 180.000.

Koronaskelkurin í 2020 fluttu føroysku ferðavinnuna nógv ár aftur í tíðina, og fyrsta ársfjórðing 2021 var ferðafólkatalið um flogvøllin umleið helvtina av tí, sum tað var fyri tíggju árum síðani.

Fyrsta ársfjórðing í ár er ferðafólkatalið komið upp aftur á sama støði sum fyrsta ársfjórðing 2015, tá ferðafólkatalið um flogvøllin var góð 50.000 fólk, skrivar Vinnuhúsið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2022

23 Leygardagur 16. apríl 2022

Trygd handað dyppikonum á Strondum gávu

Áhugin fyri dypping er stórur í Sjóvar kommunu, og í farnu viku handaði Trygd kvinnunum ein bjargingarkrans og eina fyrsuthjálpartasku

(Mynd: Sjóvar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í oktober seinasta ár vóru umboð frá Sjóvar kommunu til ástaðarfund sunnanfyri bátahylin við Sjógv. Høvið var at vísa kommununi á ábøtur, sum áttu at verið framdar fyri at betra um umstøðurnar at dyppa og svimja á sjónum.

Áhugin fyri dypping er stórur millum kvinnur í kommununi. Tær eru samdar um, at fleiri góð dyppistøð finnast í kommununi, og millum teirra hava tær kosið økið sunnanfyri bátahylin við Sjógv sum yndisstað, skrivar Sjóvar kommuna.

Síðani ástaðarfundin eru fleiri ábøtur gjørdar. R-transport hevur gjørt atkomuna frá bátahylinum yvir til bryggjuna sera góða, og Anderssens Beding hevur gjørt ein stiga, soleiðis at høgliga slepst niður í og upp úr sjónum.

Trygd hevur eisini givið dyppifrúunum ein bjargingarkras og eina fyrstuhjálpartasku, sum kvinnurnar meta sum eina kærkomna gávu, skrivar kommunan.

Tað var staðbundni stjórin í Trygd, Brian Smedemark, sum handaði gávuna mikudagin í farnu viku. Formaðurin í Trivnaðar- og Mentanarnevndini, Hans Anders Jacobsen, og Joan Eilin Jóhansdóttir og Bergljott Jarnskor Poulsen, sum báðar teljast millum trúgvastu dyppararnar, tóku móti gávuni, og ringurin er nú komin upp at hanga.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2022

24 Leygardagur 16. apríl 2022

Tórshavnar kommuna byrjað at breiðka vegin fram við Norðurlandahúsið

Arbeiðið inniber, at vegurin smalkar, meðan arbeitt verður, og hámarksferðin verður broytt til 30 km/t

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tórshavnar kommuna er farin undir at breiðka vegin fram við Norðurlandahúsið á Norðara Ringvegi, so pláss verður fyri einari miðbreyt og einum busslumma.

Arbeitt verður í einum borði í senn, og arbeiðið inniber, at vegurin smalkar, meðan arbeitt verður. Somuleiðis verður hámarksferðin broytt til 30 km/t, skrivar kommunan.

Arbeiðið er byrjað, og væntast tað at verða liðugt síðst í juli.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2022

25 Leygardagur 16. apríl 2022

Dagstovnur í Hvalba savnaði yvir 36.000 krónur inn til hjálpararbeiði í Ukraina

Peningurin er nú latin Reyða Krossi. Talan var um millum annað loppmarknað, tombola og sølu av ymiskum kreativum sum børnini hava evna og baka á stovninum

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í síðstu viku skipaði Dagstovnurin Brosið í Hvalba fyri stuðulstiltakið til frama fyri Ukraina.

Heimasíðan hjá Hvalbiar kommunu skrivar, at tiltakið var sera væleydnað. Tiltakið var alment, og nógv fólk komu at stuðla.

- Á skránni var loppumarknaður, tombola, eydnupakkar, sølu av ymiskum kreativum sum børnini hava evna og baka á stovninum, kaffi og køkur. Eisini vóru nógvir góðir vinningar á lutaseðlum.

Tað vóru ymiskar fyritøkur og privat persónar, sum høvdu stuðla tiltakinum hjá dagstovinum, ið takkar fyri stuðulin.

Endaliga úrslitið var, at tilsamans 36.371 krónur komu inn, sum nú eru latnar Reyða Krossi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2022

26 Leygardagur 16. apríl 2022

Epilepsifelagið 50.000 frá Lions

Stórsteypadystirnir í hondbólti og fótbólti hjá bæði kvinnum og monnum góvu so mikið gott avlop, at Lions Club í Føroyum kundi handa Epilepsifelagnum 50.000 krónur, ið koma væl við hjá felagnum

Ida Justinussen, nevndarlimur, og Randfríð Skorheim Sørensen, forkvinna í Epilepsifelagnum, taka ímóti gávubrævinum upp á 50.000 krónur frá forsetanum í Lions Club Tórshavn, Kim Petersen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinnu árini hevur Lions Club í Føroyum broytt mannagongd, so tað samanlagt kann vera ein størri upphædd, ið verður latin vælgerandi endamáli, tá ið ágóðin frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti hjá bæði kvinnum og monnum skal lutast út.

Nú er tað samlaða upphæddin frá øllum fýra dystunum, ið telur, og dystirnir um Lionsbikarið í september í fjør og um Lionssteypið í februar og mars í ár góvu sostatt 50.000 krónur hesaferð, ið koma sera væl við hjá móttakaranum, ið er Epilepsifelagið:

– Fyrst og fremst gevur hetta okkum møguleika at kunna meira um epilepsi og felagið, so vit kunnu gera faldarar og annað kunningartilfar, umframt at hetta eisini letur upp fyri møguleikanum at fáa í lag onkra ráðstevnu, ið eisini kann varpa ljós á epilepsi, sigur forkvinnan í Epilepsifelagnum, Randfríð Skorheim Sørensen.

– Vit hava sera avmarkaðar fíggjarligar møguleikar, tí vit eru eitt lítið felag við gott 70 limum, ið rinda 200 krónur um árið í limagjaldi og summi ein hundraðkrónuseðil meira fyri at fáa blaðið hjá danska epilepsifelagnum. Eisini fáa vit eitt sindur av stuðli frá Megd, men vit eru ikki eitt felag við nógvum pengum.

Aðrar møguleikar
Randfríð Skorheim Sørensen sigur, at felagið hevur roynt at havt eitt ella tvey tiltøk um árið, men hesi síðstu árini hevur korona gjørt sítt til, at tað ikki hevur borið so væl til. Men onkuntíð hevur felagið havt samstarv við onnur feløg um okkurt tiltak, men fíggjarliga orkan hjá Epilepsifelagnum til sjálvt at gera tað stóra, hevur tíverri ikki verið til staðar.

– Nú vit hava fingið hetta góða íkastið frá Lions Club í Føroyum, kunnu vit hugsa eitt sindur størri og leggja fleiri ætlanir, enn vit annars høvdu kunnað, so hetta kemur øgiliga væl við. At vit brádliga hava fingið 50.000 krónur, eru vit positivt bilsin av og skulu líka venja okkum til tankan, sigur Randfríð Skorheim Sørensen.

– Epilepsi er ein sjúka, ið mong ikki vilja kennast við, og var tað ikki so, høvdu vit kanska havt 400 limir, um vit skuldu mált út frá donskum tølum, heldur enn bara 70. Men nú hava vit brádliga aðrar møguleikar at gera ymiskt, ið bara var eitt ynski áðrenn, so vit eru sera takksom fyri hesar pengarnar, vit nú hava fingið frá Lions.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2022

27 Leygardagur 16. apríl 2022

Tey drukku føroyska mjólk í Odessa

Neyðhjálparfelagsskapurin Eysturhjálp ger sítt fyri at hjálpa til, nú kríggj er í Ukraina

(Mynd: Eysturhjálp)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tey frá neyðhjálparfelagssakapinum Eysturhjálp, hava gjørt eitt stórt arbeiði við at hjálpa til í kreppuni í Ukraina. Tá flóttar úr Ukraina flýddu til Moldova, hjálptu tey við madrassum, mati, peningi og aðrari neyðsynjarvørum.

Higartil hava tey í Eysturhjálp sent um 170 kubikk av neyðhjálp, umframt fitt av peningi.

– Teir síðstu dagarnar hava vit hjálpt til inni í sjálvum Ukraina, har suðri í landinum.
Við hjálp frá okkara góðu vinum í Moldova, sum váða lív fyri at hjálpa til inni í Ukraina so vóru tey nú m.a. í Odessa. Við sær høvdu tey hálvt annað tons neyðhjálp frá okkum sum bleiv deilt út í Odessa men har ein partur skal víðari til sundurbumbaða býin Mykoloyiv, skrivar Eysturhjálp.

Úr Føroyum eru m.a. tveir plattar av haldførari mjólk frá Mjólkavirkinum, sum nú verður deilt út í Odessa og Mykoliyiv.

Eisini er reiður peningur, so fólk hjálvi kunnu keypa heilivág, mat og annað átrokandi. Orsøkin til hetta er, at bankakervið er óvirkið, og er tað nærum ómøguligt at fáa hendur á reiðan pening.

Alt arbeiðið verður gjørt gjøgnum kirkjurnar á staðnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2022

28 Leygardagur 16. apríl 2022

Meira enn 25 ár hjá Nes kommunu

Samkoma var á kommunuskrivstovuni seinasta fríggjadag í sambandi við, at Kristin Nordendal, arbeiðsmaður, fór úr starvi

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinasta fríggjamorgun varð boðið til samkomu á kommunuskrivistovuni í Nes kommunu, nú Kristin Nordendal hevur nátt pensjónsaldur og valt at fara úr starvi.

Kristin Nordendal, arbeiðsmaður, varð settur í starv hjá Nes kommunu 1. september 1996, og í øll hesi meira enn 25 árini hevur Kristin Nordendal trúliga, saman við sínum starvsfeløgum, loyst sera ymsar fyrifallandi uppgávur fyri kommununa, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri segði, at tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri kommununa at hava so trúgv og góð starvsfólk. Gjøgnum eitt langt arbeiðslív møtir ein nógvum ymiskum avbjóðingum. Tað er ein stórur fyrimunur fyri kommununa at hava fólk við innliti og royndum, tá ið uppgávurnar skulu loysast.

Vegna Nes kommunu takkaði borgarstjórin Kristini hjartaliga fyri trúgva og drúgva tænastu, fyri gott samstarv og ynskti honum og familjuni alt tað besta, framhaldandi blíðan byr og Guðs signing á lívsleiðini, skrivar kommunan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2022

29 Leygardagur 16. apríl 2022

Umhvørvisvikan: Sjóneykan verður sett á matoyðsl

Umhvørvisvikan í Tórshavnar kommunu verður í døgunum 30. apríl til 7. mai. Kastljósið verður millum annað sett á, hvussu vit sleppa undan, at matur endar sum burturkast

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Matoyðsl - eitt umhvørvismál vit kunnu loysa saman!

Á Umhvørvisvikuni, sum í ár verður í døgunum 30. apríl til 7. mai, setir Tórshavnar kommuna sjóneykuna á matoyðsl og á, hvussu vit sleppa undan, at matur endar sum burturkast.

Ein góður triðingur av heimsins lendi verður nýttur til at framleiða antin fólkamat ella fóður til kríatúr. Men samstundis fer ein triðingur av matinum til spillis. Sumt fer fyri einki, áðrenn matvørurnar koma á marknaðin, sumt koyra handlar og matstovur burtur, men størsti parturin fer í ruskspannina heima hjá fólki. Helvtin av matburturkastinum er frá húsarhaldunum.

Í Umhvørvisvikuni seta vit kastljósið á matoyðsl, og hvussu vit kunnu minka tað. Vikan byrjar við einum spennandi plantu- og matmarknaði, og síðani eru hvønn dag tiltøk, sum snúgva seg um at gera matarskipan okkara burðardyggari. Eitt nú verða verkstovur, sum snúgva seg um stuttflutt kjøt og um goymsluhættir - til dømis, hvussu vit sjálvi kunnu salta og fermentera rávøru.

Umhvørvisvirðislønin og Grøna Gávan verða latin á evniskvøldi, og har verður eisini kunngjørt, hvørjar verkætlanir fáa umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu í ár.

Nærri kunning um skránna yvir tiltøk í Umhvørvisvikuni kemur seinni.

Tíðindaskriv frá Visit Tórshavn

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2022

30 Leygardagur 16. apríl 2022

Tummas Kannuberg skal leiða háskúlan í Nesvík

Fyrst í mánaðinum varð 29-ára gamli guðfrøðingurin úr Leirvík settur í nýggja starvið. Tikið verður eftir ætlan ímóti fyrstu næmingunum í august, og nú skal Tummas skipa innihald og leist skúlans, tímatalvu og finna undirvísarar

Tummas er fyrsti leiðarin á háskúlanum hjá Heimamissiónini (Mynd: trubodin.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Skúlastýrið fyri háskúlan í Nesvík hevur tikið avgerð ímillum innkommu umsóknirnar og hevur gjørt av at seta Tummas Kannuberg úr Leirvík í starv sum nýggjan háskúlaleiðara í Nesvík.

Soleiði skrivaði trubodin.fo á heimasíðu sínari fyrst í mánaðinum. 

Í eina tíð hevur Heimamissiónin arbeitt við at fáa sett ein háskúla settan á stovn, við heimstaði í Nesvík, og eftir ætlan verður tikið ímóti fyrstu næmingunum í august til eitt fimm mánaða uppihald.

Nú er leiðari settur, og hann er farin til verka. Trúboðin skrivar, at Tummas Kannuberg kemur sum ein av fyrstu uppgávunum at taka sær av at skipa innihald og leist skúlans, tímatalvu og finna undirvísarar. 

Tummas gjørdist cand. theol. í januar 2021 í Keypmannahavn og gekk síðan á pastoralseminarium og fekk endaligt prógv í summar. Hann er leirvíkingur og er 29 ára gamal.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2022

31 Leygardagur 16. apríl 2022

– Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

Í fjør vórðu 1.489 børn og ung millum 13 og 17 ár skrásett sum løntakarar, og ofta er kunnleiki teirra um reglur og arbeiðsumhvørvi avmarkaður, sigur Arbeiðs- og brunaeftirlitið

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Børn og ung skulu hava trygt eitt arbeiðsumhvørvi. Hetta er boðskapurin í nýggja lýsingarfilminum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og Handilsvinnufelagnum.

Sambært Hagstovuni vóru 1.489 børn og ung í aldrinum 13 til 17 ár skrásett sum løntakarar í fjør. Hetta eru 620 fleir enn í 2012. Størsti parturin av vøkstrinum, yvir 400, er í vinnugreinini Handil og smásøla, har tað í 2021 starvaðust 750 børn og ung.

Nógv børn og ung byrja tískil teirra arbeiðslív við at arbeiða nakrar tímar um vikuna í einum handli, og tá hesi byrja at arbeiða, er teirra kunnleiki um reglur um arbeiðsumhvørvi ofta avmarkaður. Hetta ger, at tilvitskan um møguligar vandar í arbeiðinum ofta er lítil, skrivar Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greiðar ábendingar eru um at ungir arbeiðstakarar í Føroyum javnan uppliva kundar, ið skelda, háða og vísa ósømiligan atburð móti teimum. Tílíkar keðiligar upplivingar kunnu hava neiligar avleiðingar fyri sálarligu heilsuna og trivnaðin hjá ungu starvsfólkunum.

Sama mynstur sæst eisini aftur í norðurlendsku grannalondunum. Til dømis vísti ein donsk kanning frá Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø í 2018, at út av 325 ungum arbeiðstakarum høvdu 66% upplivað at kundar høvdu víst ósømiliga atferð móti teimum.

Sambært føroysku arbeiðsumhvørvislóggávuni hevur arbeiðsgevarin skyldu at tryggja øllum arbeiðstakarum eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi – eisini børnum og ungum. Hetta merkir eisini, at arbeiðsgevarin skal gera sítt til at fyribyrgja keðiligum hendingum, umframt at hava eina mannagongd fyri, hvussu keðiligar hendingar skulu handfarast.

Fyri at stuðla undir hesum hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt eina sersíðu um arbeiðsumhvørvi hjá børnum og ungum undir 18 ár, har arbeiðsgevarar kunnu leita sær vegleiðing um, hvussu teir kunnu tryggja eitt likamliga og sálarliga trygt arbeiðsumhvørvi.

Samstundis ger tað einki, um øll verða mint á at tosa pent við tey ungu, soleiðis sum boðskapurin í lýsingarfilminum frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og Handilsvinnufelagnum ljóðar, skrivar Arbeið- og brunaeftirlitið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2022

32 Leygardagur 16. apríl 2022

Mentanarnáttin 2022 verður 3. juni

Í ár verður Mentanarnáttin fríggjakvøldið 3. juni - sum vant við nógvum forvitnisligum tiltøkum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Síðani hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, hevur Mentanarnáttin ment seg til størsta einstaka tiltak í Tórshavn aftan á ólavsøkuna, og ofta verður hon eisini rópt "lítla ólavsøka".

Tiltakið er ár um ár vaksið í vavi og er vorðið ein fólkaveitsla við tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum og alskins tiltøkum.

Hetta er kvøldið, tá ið veruligt lív kemur í Havnar gøtur, og fólk fara út at spáka, heilsa upp á onnur og vitja tey mongu tiltøkini - tey flestu ókeypis.

Í ár verður Mentanarnáttin fríggjakvøldið 3. juni - sum vant við nógvum forvitnisligum tiltøkum. Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið.

Livandi tónleikur sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Nógvastaðni í býnum verður tónleikur at hoyra.

Tað er Visit Tórshavn sum samskipar Mentanarnáttina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2022

33 Leygardagur 16. apríl 2022

Jónsvein Mikkelsen heiðraður fyri trúgva tænastu

Í 73 ár hevur hann spæld urgu í kirkjum, flestu av árunum í Nes kirkjusókn

(Mynd: Torleif Johannesen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

27. mars var hátíðargudstænasta í Fríðrikskirkjuni á Nesi. Hetta í sambandi við, at Jónsvein Mikkelsen fekk handað kongaligt heiðurstekin fyri trúgva og drúgva tænastu sum urguleikari í Nes kirkjusókn.

Jónsvein er leirvíkingur, og longu sum heilt ungur byrjaði hann at spæla í kirkju. Í 73 ár hevur hann sostatt leikt á kirkjuurgur, nú han mynstraði av tíðliga í 2020. Fleiri av hesum árum í Nes kirkjusókn. Tað er í Nes kirkju og Fríðrikskirkjuni, skrivar Fólkakirkjan á netinum.

Jónsvein Bech hevði formessuna, Ovi Brim, prestur, prædiku og Jógvan Fríðriksson, biskupur hevði heilsanina í hesum sambandi. Biskupur nevndi eisini Jonu, konu Jónsveins, sum trúføst hevur stuðlað honum øll hesi árini kirkjutænastu.

Kirkjukórið undir leiðlsu av Mikael J. Heinesen luttók eisini. Jónsvein hevur sungið í kirkjukórinum í fleiri ár.

Undan gudstænastuni hevði kirkjuráðið boðið kirkjuliðnum til morgunmat. 

[object Object](Mynd: Torleif Johannesen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2022

34 Leygardagur 16. apríl 2022

Tina Mellemgaard vann eitt umfar í X Factor

Annars fekk endaligi vinnarin Mads Moldt flest atkvøður í øllum hinum sendingunu

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

TV2 hevur nú kunngjørt úrslitini av hyggjaraatkvøðugreiðslunum  í øllum teimum átta atkvøðugreiðslunum, sum vóru undir ársins X Factor sangkapping, sum endaði seinasta fríggjakvøld.

Og sigast má, at tað var tann rætti vinnarin, ið vann, tá ungi Mads Moldt varð kosin til vinnara av X Factor 2022. Hann var nógv tann best umtókti millum hyggjararnar, og flekk flest atkvøður í øllum sendingunum uttan tí einu, har føroyska Tina Mellemgaard fekk eitt lítið sindur fleiri.

Tølini frá atkvøðugreiðslunum vísa eisini, at ta einu ferðina hin føroyski luttakarin, Kári Fossdalsá endaði í vanda fyri at verða sendur heim, var talan um ein so lítlan mun, at talan var um einans 0,05 prosent.

[object Object]
Kári Fossdalsá (Mynd: Sverri Egholm)

Kári Fossdalsá, sum endaði í sjálvari finaluni og gjørdist nummar tvey í kappingini, megnaði eisini at vera tann, sum fekk fægst atkvøður av øllum í einum umfari.

Tað var í fyrsta umfari, tá Kári einans fekk 7,6 prosent og kom “í vanda” saman við dreingjabólkinum Oscar, sum endaði við at verða sendur heim. Oscar fingu 7,9 prosent.

Í hesum umfari fekk Mads Moldt 18,2 prosent og Tina Mellemgaard 15,9.

Í øðrum umfari klára Kári at sleppa undan at koma í vanda. Hann fekk 10,8 prosent, meðan Wela & Garcia fingu 8,8 og Lorenzo & Charlo 5,4 prosent. Tá vórðu Lorenzo & Charlo sendir heim.

Í hesum umfarinum fekk Tina Mellemgaard 14,9 prosent og triðflest.

Sera tætt millum tríggjar luttakara

Í triðja live-umfari hendi tað, at Kári Mellemgaard aftur varð sendur “í vanda”, hesaferð saman við Lorenzo og Charlo, sum fingu 7,9 prosent av atkvøðunum.

Kári fekk 13,7 prosent, men tað fingu Maria Ranum og Oliver Antonio eisini. So mátti ein desimalur takast við afturat, og tað feldi Kára, hvørs atkvøðutal taldi 13,68 prosent, meðan hini bæði fingu ávikavist 13,70 og 13,73 prosent.

Men Kári varð ikki sendur heim. Thomas Blackmann valdi at senda Lorenzo og Charlo í staðin.

[object Object]Tina Mellemgaard (Mynd: Sverri Egholm)

Í fjórða umfari endaði Tina Mellemgaard í vanda saman við Oliver Antonio. Síðstnevndi fekk 12,8 prosent meðan Tina fekk 14,2 prosent. Her fekk Kári 0,01 prosentstig minni enn Maria Ranum, sum fekk næstflest atkvøður eftir Mads Moldt.

Her varð Oliver Antonio sendur heim, og Tina varð bjargað – Kwamie Liv átti avgerðina.

Í fimtu live-sendingini fekk Tina so flest atkvøður av øllum. Tað var umfarið, tá Tina sang egna sang sín, “Ord”, og verturin Sophie Linde gav hyggjarunum ein uppsang fyri at koma við negativum boðum til Tinu á sosialu miðlunum.

Tina fekk 22,8 prosent av atkvøðunum hetta kvøldið, men tað var bara 0,02 prosent fleiri enn Mads Moldt, sum eisini fekk 22,8 prosent. Kári fekk triðfelst, 21,7 prosent, og so mátti Mille Bergholtz og Maria Ranum í vanda, og Kwamie Liv tók avgerð um at senda Marie Ranum heim.

Í sættu sending – hálvfinaluni – vóru tað bara hyggjaraatkvøðurnar, sum taldu.

Tá fekk Mads Moldt 32,8 prosent, Tina 25,5 og Kári 21,7 prosent, meðan Mille Bergholtz fekk 19,7 og mátti fara heim.

Úrslitini av atkvøðugreiðslunum vóru kend frammanundan. Les: So greitt vann Mads Moldt X Factor-finaluna   

X[object Object]Mads Moldt var nógv tann best umtókti X Factor luttakarin millum hyggjararnar (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2022

35 Leygardagur 16. apríl 2022

Sement: Sway og RSP komu víðari

Seinasta leygarkvøld var tað fyrsta av innleiðandi umførunum í Sement tónleikakappingini í Reinsarínum

Sway (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farne leygarkvøld byrjaði ársins útgáva av tónleikakappingini Sement í Reinsarínum.

Talan var um tað fyrsta av trimum innleiðandi umførum áðrenn finaluna, sum verður 30. apríl.

17 bólkar luttaka í ár, og fimm teir fyrstu vóru at hoyra farna vikuskiftið –Piparstertur, Telemama, Eimyrja, RSP, og Sway.

Tað vóru teir báðir síðstnevndu, sum endaðu við at vinna sær pláss í finaluni.

Sway er ein a capella jazz trio, kvinnað av Mariannu Winther Nagata, Katrinu Olsen og Daniu O. Tausen. Tær tríggjar hava verið sera virknar á føroyska tónleikapallinum, bæði sum Sway og sum solistar.

RSP hava gjørt tónleik á Soundcloud í fimm ár. Einki er polerað ella masterað, og alt er undirgrund. Í bólkinum eru Heini R. á Heygum, Steingrímur Hallsson, og Bjarki Jónasson.

Næsta umfarið av Sement verður í kvøld. Tá verða tað Marianna Winter, Adrenaline, Streingirnir, Daniel og Dania O. Tausen, sum fara á pallin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2022

36 Leygardagur 16. apríl 2022

Nýggir sangir frá Safir

26 ár eftir fyrstu fløguna, er nú nýtt í væntu frá Janusi Trúgvason og Tór Verland Johansen

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í 1996 kom ein sermerkt fløga út við teimum báðum sangarunum, Janusi Trúgvason og Tór Verland Johansen, sum eisini spældu ávikavist gittar og sello.

Saman kallaðu teir seg Safir og á Safir-plátuni frá 1996 vóru fleiri sermerktir og øðrvísi sangir, eitt nú “Tú ert so deilig” og “Høgra Jam”.

Nú er okkurt nýtt í væntu frá teimum báðum. Í uppslagi á Facebook siga teir, at “tað er við gleði og spenningi at vit kunnu fortelja tykkum øllum, at okkara fyrsta staklag av nýggju EP'ini "Safir TVEY" heilt skjótt verður at hoyra”.

Og lagt verður afturat:

“Fyri okkum er hetta stórt, tí líka síðani okkara fyrsta og einasta útgáva varð útgivin í 1996, hava vit altíð ynskt at gjørt Safir TVEY. Vit eru í dag eitt annað stað í lívinum, men innan í okkum báðum livir Safir enn. Kanska meira enn nakrantíð. Við "TVEY" hava vit sett orð og ljóð á okkara Safir-kenslur, og geva kenslunum flog við góðum løgum, sum viðgera lívsins spurningar og svar á ein lættan, álvarsligan og skemtiligan hátt.”

Janus Trúgvason og Tór Verland Johansen skriva, at teir hesi seinastu árini hava jammað javnan saman og arbeitt við tilfari og verið í upptøkuhølunum.

Fyrsta lagið av komandi EP-útgávuni, “Vár” verður at hoyra heilt skjótt, skriva teir. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2022

37 Leygardagur 16. apríl 2022

Musikkstevnan verður á Eiði í ár

Eiðis Ljómfelag skipar fyri stevnuni, sum verður hildin í ítróttarhøllini

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

13. mai skipar harmoniorkestrið Eiðis Ljómfelag fyri árligu musikkstevnuni, sum í ár verður hildin í ítróttarhøllini á Eiði.

Á hvørjum ári, dýra biðidag, savnast øll horn- og harmoniorkestur í Føroyum til Musikkstevnu. Spælarnir gleða seg almikið til Musikkstevnurnar har tey hittast til álvara og gaman og samstundis er gylt høvi hjá áhoyrarum at fáa kraftmiklan og góðan hornmusikk fyri allar pengarnar.

Musikkstevnan er ein av stórstu døgum í árinum hjá spælarunum, og kannmest sum samanberast við ólavsøkuna, tá tey – ung sum eldri – hittast at spæla saman og vísa hvat tey duga.

Orkestrini fáa umleið 15 minuttir í part at framføra síni løg, og sum vanligt, endar stevnan við eini felagskonsert, har ið kend løg verða framførd.

Fyrsta Musikkstevna varð fyriskipað av Vestmanna Hornorkestri í 1966, og síðani tá hava orkestrini skift um at vera vertir fyri stevnuna, sum hevur verið hildin á hvørjum ári, undantikið í 2020, tá hon var avlýst vegna korona. Í ár er tað soleiðis 56. ferð at stevnan verður hildin, og tað er fjórðu ferð, at Eiðis Ljómfelag skipar fyri stevnuni.

Eiðis Ljómfelag, fyrr kallað Eiðis Hornorkestur, varð stovnað í 1920, og longu tá vístu eiðisfólk, at tey dugdu annað enn at fletta seyð; tónleikurin hevur ríkað um vanliga lívið í bygdini. Í dag er Eiðis Ljómfelag mannað við tónleikarum úr øllum Sundalagnum og musikkskúlaskipanin er ein dyggur veitari til orkestri. Orkestrið spælir til mangt og hvat, millum annað til brúðleyp, guðstænastur, hátíðarhald og onnur tiltøk í øllum økinum.

Á Musikkstevnuni ber til at hoyra Klaksvíkar Hornorkestur, Sørvágs Tónleikarfelag, Fuglafjarðar Hornorkestur, Nes Sóknar Musikkfelag, Tvøroyrar Hornorkestur, GHM, Havnar Hornorkestur og Eiðis Ljómfelag og harumframt verða eisini skúlaorkestrini í landinum at hoyra.

Musikkstevnan á Eiði verður dýra biðidag kl. 13. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2022

38 Leygardagur 16. apríl 2022

Elframleiðslan í mars var 68 prosent burðardygg

Í tilsamans 10 dagar í mars lá burðardygga elframleiðlsan oman fyri 80 prosent, og undir Earth Hour 26. mars var elframleiðslan 84 prosent grøn.

Vindmyllur í Porkerishaga (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aðruhvørja ferð vit løddu telefonina, tendraðu telduna ella hugdu sjónvarp í mars, kom streymurin úr vatnorku. Harafturat kom vindur, biogass og sól, og tískil náddi samlaða burðardygga elframleiðslan í mars upp á sløk 68 prosent.

Í tilsamans 10 dagar í mars lá burðardygga elframleiðlsan oman fyri 80 prosent. Earth Hour 26. mars var elframleiðslan 84 prosent grøn.

Váta veðrið hevði serstakliga góða ávirkan á vatnorkuframleiðsluna, sum stóð fyri sløkum 50 prosentum av elframleiðlsuni í mars. Avfalsmongdin í Vestmanna var 265 mm í mars í ár í mun til 181 mm sama tíðarskeið í fjør.

Vindferðin í Húsahaga og í Neshaga var somuleiðis hægri hendan mánaðin í ár enn í fjør, so vindorkan stóð fyri smáum 17 prosentum, meðan biogass kom upp á eitt gott prosent.

Elframleiðslan úr olju var 32 prosent.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2022

39 Leygardagur 16. apríl 2022

Minesto kunngjørt útbyggingarætlan fyri sjóvarfalsorku í Føroyum

Ætlanin fevnir um fýra serstøk øki í Føroyum, sum Minesto metir vera serliga væl egnað til sjóvarfalsorkuverk. Økini, sum Minesto hevur peikað á, eru Hestfjørður, Leirvíksfjørður, Skopunarfjørður og Svínoyarfjørður.

Nú verður enn meira ferð sett á at menna sjóvarfalsorku í Føroyum í einum spennandi samstarvi millum SEV og Minesto
SkrivaÐ:

Jan Müller

Umboð fyri svensku orkufyritøkuna Minesto hava verið í Føroyum og lagt ætlanina fram fyri m.a. løgmanni, orku- og vinnumálaráðharranum og øðrum, og áhugin var stórur og móttøkan góð.

Útbyggingarætlanin kann sambært Minesto vera við til at nøkta 40 prosent av framtiðar elorkutørvinum í Føroyum, og tí vera ein týðandi liður í arbeiðnum at røkka 100 prosent burðardygga elorkuframleiðslu á landi í 2030 stendur at lesa á heimasíðuni hjá SEV.

Ætlanin, sum Minesto legði fram, vísir eina stigvísa útbygging av sjóvarfalsorkuni við 20-40 MW í hvørjum stað. Økini, sum Minesto hevur peikað á, eru ávikavist Hestfjørður, Leirvíksfjørður, Skopunarfjørður og Svínoyarfjørður.

Fyrsta stigið á leiðini er at seta út tvey smærri orkuverk í Vestmannasundi - eitt í vár og eitt seinni í ár - og arbeitt verður við einum størri orkuverki í Vestmannasundi, sum eftir ætlan skal setast út seinni í ár. Arbeitt verður síðan við at útvega neyðug loyvi til størru útbyggingarnar.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2022

40 Leygardagur 16. apríl 2022

Hetland fær týðandi uppgávu at rigga av oljupall

Avrigging av olju- og gasspallum og útbúnaði gerst alt meira sjónlig hjá granna okkara fyri sunnan, Hetlandi. Í løtuni er heimsins størsta flutningsskip, “Pioneering Spirit”, við at flyta part av oljupalli til Hetlands

Dales Voe støðin uttan fyri Lerwick í Hetlandi er væl útgjørd til at taka ímóti gomlum olju- og gasspallum eins og útbúnaði frá hesi vinnu
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað var herfyri, at avtala varð gjørd millum tvey stór veitarafeløg í Hetlandi og Skotlandi og eigararnar av Ninian oljufeltinum í norðara partinum av Norðsjónum um at taka niður og sundur undirstøðið (jacket) av Ninian Northern oljupallinum.

Tað verður komandi dagarnar flutt til Dales Voe avriggingarhavnina uttan fyri Lerwick í Hetlandi, har 8.500 tons tunga undirstøðið skal takast sundur og endurnýtast.

[object Object]Tá Ninian Northern pallurin varð fluttur til Hetland við Pioneering Spirit í 2020

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Her verður Ninian Northern pallurin í 2020 fluttur til Dales Voe avriggingarstøðina í Hetlandi. 

[object Object]

[object Object]

Tað var annars í 2020, at pallurin á Ninian feltinum varð fluttur til Hetlands og eftir tað tikin sundur. Við hesum uppgávum er Hetland komið á heimskortið innan nýggju vinnuna “Decommissioning”, sum er avrigging av pallum og útbúnaði frá gomlum olju- og gassfeltum í Norðsjónum.

Eftir 50 ára tænastu eru fleiri av goymslunum vornar tómar, og sambært loyvunum skal allur útbúnaður flytast til lands til avrigging. Henda vinna hevur tikið dik á seg bæði í Bretlandi, Norra, Danmark og Hálandi. 

[object Object]Heimsins størsta flutningsskip "Pioneering Spirit", sum í løtuni er statt á leiðunum eystan fyri Føroyar, har tað skal flyta part av oljupallinum Ninian Northern til Hetlands at taka sundur

Umframt at liva upp til strongu umhvørviskrøvini í olju- og gassvinnuni, so er talan eisini um at endurbrúka tilfarið. Umleið 98% av tilfarinum verður endurnýtt. 

Tað er eitt samstarv millum fyritøkurnar Veolia og Peterson, sum gera stóru uppgávuna møguliga. Hon fer at taka átta mánaðir og er Pioneering Spirit í løtuni í ferð við at lyfta uppgávuna! 

James Johnson, sum stendur á odda fyri avriggingaruppgávum hjá Peterson sigur, at henda nýggja uppgávan vísir, at samstarvið millum tær báðar fyritøkurnar ger tað møguligt at átaka sær slíkar uppgávur og leggur hann eisini dent á sera góðu umstøðurnar á Dales Voe avriggingarstøðini uttan fyri Lerwick. Hann vísir eisini á, at ein orsøk til, at júst Hetland hevur fingið hesa uppgávuna, er tað væleydnaða arbeiðið, sum var gjørt, tá sjálvur Ninian Northern pallurin kom í land á Dales Voe í august 2020. 

Ninian oljukeldan varð funnin í 1978 og fór undir framleiðslu tvey ár seinni. Framleiðslan varð steðgað í 2017.

Hóast tað oftast verður varpað ljós á flutning og avrigging (decommissioning) av stórum oljupallum, tá henda nýggja vinnan verður umrødd, so er flutningur og avrigging av smærri eindum so sum útbúnaði á havbotninum ein týðandi partur av vinnuni. Eitt nú verður havnin í Aberdeen brúkt til henda partin av vinnuni.

Spurningurin um Føroyar eisini eiga at hyggja eftir, hvussu henda lutvíst nýggja vinnan virkar og mennist í okkara grannalondum, er so nakað, sum er evnið í eini kanning, ið Sjóvinnufelagið hevur latið upp í hendurnar á FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólk) at kanna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2022

41 Leygardagur 16. apríl 2022

Boykott av russiskum gassi fer at raka týska búskapin meint

Týskland kann enda í einari fíggjarkreppu komandi árini, um landið gevst við at innflyta russiskt gass, siga leiðandi búskaparstovnar í Týsklandi

Evrur (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað fer at raka týska búskapin meint, um avgjørt verður at gevast at brúka russiskt gass hendan mánaðin, vísir forsøgn hjá leiðandi búskaparstovnunum í Týsklandi.

Vøksturin í týska búskapinum í ár verður avmarkaður til 1,9 prosent, um stongt verður fyri russiskum gassi. Samstundis verður sagt, at ein slík avgerð fer at senda Týskland út í eina fíggjarkreppu komandi árini, og fer búskapurin at minka við 2,2 prosentum.

Men sjálvt uttan eitt boykott av russiskum gassi, fer kríggið í Ukraina kortini at bremsa búskaparligu endurreisnina eftir koronukreppuna, og mett verður, at inflatiónin í Týsklandi fer at hækka upp í 6,1 prosent, ið verður tað hæsta, sum landið hevur upplivað í 40 ár.

Áðrenn kríggið í Ukraina, sum byrjaði 24. februar, kom uml. ein triðingur av innfluttu oljuni í Týsklandi úr Russlandi, og 45 prosent av innflutta kolinum og 55 prosent av innflutta gassinum kom eisini harfrá.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2022

42 Leygardagur 16. apríl 2022

Føroyaveteranur tók BP úr Russlandi

Helge Lund, sum á sinni stóð fyri leitingini hjá Statoil í Føroyum, er nú fyrimyndin hjá teimum, sum vilja kvetta alt samstarv við Russland. Sum nevndarformaður í BP  tók hann felagið úr Russlandi

Her skriva Helge Lund, táverandi stjóri í Statoil og Eduard Khudajnatov, stjóri í Rosneft í 2012 undir samstarvsavtalu, meðan táverandi forsætisráðharrin Putin heldur eygað við teimum. Mynd: Yana Lapikova/AP/RIA-Novosti/Ritzau Scanpix.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í mong ár var hann sum stjóri í Statoil maðurin aftanfyri oljuleitingina við Føroyar og m.a. hann, sum fekk staðfest, at kolvetni eru í føroysku undirgrundini. Vit tosa um Helge Lund, sum í dag er nevndarformaður í einum av heimsins størstu orkufeløgum, BP.

Umframt at varpa ljós á føroysku undirgrundina gjøgnum fleiri boringar á landgrunninum,  var hann eisini maðurin, sum legði lunnar undir orkusamstarv við Russland. Sum Statoil stjóri gjørdi hann avtalur við russiska olju- og gassfelagið Rosneft. Men líka so frammaliga hann tá var at fáa fótafesti í Russlandi, so telist hann í dag millum fyrstu og fremstu stjórarnar at slíta sambondini við Russland. Tá Russland gjørdi innrás í Ukraina, var BP fyrsta orkufelagið, sum tók avleiðingarnar og segði upp alt samstarv við russiskar fyritøkur. Eisini hansara gamla felag, núverandi Equinor er við at taka seg úr Russlandi. 

Undir yvirskriftini: “Som Statoil-chef trak hann dybt ind í Rusland. Nú roses han for at trække britisk oliegigant ud”, skrivar Berlingske Tidende í drúgvari grein um mannin og hansara leiklut innan orkuvinnuna fyrst sum Statoil-stjóri og nú sum nevndarformaður  á ovastu tindum hjá orkurisanum BP. 

Tað var júst fyri 10 árum síðani, at táverandi Statoil stjórin Helge Lund fór til Moskva at skriva undir eina stóra avtalu við orkufelagið hjá russiska statinum, Rosneft. Við til undirskrivingina av søguligu orkuavtaluni var eingin minni enn Vladimir Putin, sum tá var forsætisráðharri. Longu tá legði Putin stóran dent á at fáa útlendskar íleggjarar so sum olju- og gassfeløg at gera íløgur í menning av russiskari orku. 

[object Object]Helge Lund, táverandi stjóri í Statoil her saman við russiska forsætisráðharranum Putin. Nú er vent í holuni. Lund tók sum fyrsti stjóri fyri vesturlendskt oljufelag, BP, fyritøkuna úr Russlandi. 

Nú er vent í holuni. Nú hevur sami Helge Lund mestan hug til at tveita burtur pennin hann brúkti at skriva undir orkuavtaluna við Russland. Sum formaður í BP hevur Helge Lund ein týðandi leiklut í avgerðini at taka felagið út úr Russlandi. Henda avgerðin fekk eisini avleiðingar fyri nógvar aðrar fyritøkur í Evropa, sum fylgdu BP og tóku seg úr Russlandi. Ein teirra er Equinor.

Men umrøddu avgerðir hava eisini fingið avleiðingar fyri fyritøkurnar, sum hava havt nógv uppá spæl. Eisini fyri BP, sum í meira enn 30 ár hevur samstarvað við Russland, kann avgerðin at slíta samstarvið fáa álvarsligar avleiðingar. Tað kann enda við, at BP má niðurskriva 25 mia. dollar uppá sítt samstarv við Rosneft. 

Helge Lund verður annars mettur høgt í evropeiskum vinnulívshøpi. Tað var honum fyri at takka, at táverandi Statoil frá at vera eitt minni norskt flag gjørdist eitt orkufelag í heimsflokki. Í dag er hann eisini formaður í donsku fyritøkuni Novo Nordisk. Og enn ein av nevndarsessunum hjá navnframa norðmanninum er í føroysku fyritøkuni Tjaldur, har fyrrverandi starvsfelagi hansara, Rúni M. Hansen er formaður. Rúni Hansen var eitt skifti leiðari fyri arktisku deildina hjá Statoil umframt at vera stjóri í føroyska felagnum. 

[object Object]Helge Lund og Rúni M. Hansen, tá teir báðir arbeiddu fyri Statoil. 

Tá BP við Helga Lund á odda tók avgerðina um at kvetta við Russland fekk hann eisini nógv rós eitt nú frá bretska vinnu- og orkuráðharranum Kwasi Kwarteng. Helge Lund vann herfyri bretsku nevndarvirðislønina NED AWARDS fyri m.a. at hava gingið á odda at gera BP til ein grønari orkurisa.

Men tað hevur eisini verið funnist at Helge Lund fyri nettupp at fara inn í sera ivasamar orkuverkætlanir í londum sum Ruslandi, Angola og Algeria. Eisini hevur hann fingið atfinningar fyri stóru tapini Statoil hevði í USA í síni tíð. Tað hevði við sær hoyringar í norska Stórtinginum, har funnist varð at honum fyri at hava tikið og stóran váða í úllandinum. Tá viðgekk hann eisini, at hann hevði tikið á seg stóran váða. Tað skerst tó ikki burt, at hann millum vinnulívsfólk og politikarar verður mettur at vera sera progressivur við serstøkum evnum í sambandi strategiskar broytingar í samfelagnum. 

Sum stjóri í táverandi Statoil var tað ikki minst honum fyri at takka, at so stórur áhugi var fyri føroysku undirgrundini, ein tíð í føroyskari vinnusøgu, sum hevur havt og fingið stóran týdning og sum enn í dag setir ringar í sjógvin. Gamla felag hansara Equinor er í dag eitt av feløgunum, sum arbeiðir við stórari útbygging av olju- og gasskeldu á tekniborðinum. So hvør veit, ein dag vendir Equinor kanska aftur til Føroya, bæði tí vitanin um undirgrundina í dag er nógv størri og tí orkuprísirnir eru meira til vildar at fara undir leiting og útbygging her enn fyrr. 

Ein kann bara staðfesta, at hesin merkisverdi norski vinnulívsmaðurin enn ikki hevur gloymt Føroyar. Sum nevndarlimur í Tjaldur er hann við jøvnum millumbili at síggja í Havnar gøtum oftast saman við sínum gamla og eisini núverandi starvsfelaga Rúna M. Hansen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2022

43 Leygardagur 16. apríl 2022

ES forsetin: Mugu gevast at keypa orku úr Russlandi

Charles Michel, forseti í ES, heldur, at komandi sanktiónir móti Russlandi mugu fevna um olju og gass eisini

Oddamaður í ES heldur tíðin er komin til at boykotta russiska olju og gass
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í farnu viku samtyktu ES londini ein nýggjan sanktiónspakka, sum fyri fyrstu ferð rakar russiska orku. Talan er um at avmarka innflutningin av m.a. koli úr Russlandi. Men hetta er kortini í nóg mikið sambært forsetanum í ES, Carles Michel.

Í røðu í ES tinginum vísti hann á, at neyðugt er at taka bæði olju og gass við í sanktiónirnar. Hóast talan er um fyrstu royndina at avmarka innflutningin av koli úr Russlandi er kortini ikki talan um stórar nøgdir. Lond í Evropa fara framaldandi at keypa bæði kol, olju og gass úr Russlandi.

Tað eru ikki øll lond í ES, sum eru samd um, at sanktónir móti Russlandi kunnu stegða Putin. Kortini eru londini samd um sum frálíðir at minka um innflutningin av russiskari orku. USA hevur lovað Evropa meira olju og gass. Hetta munar tó lítið, um innflutningurin av orku úr Russland skal steðga heilt.

Tað er eisini ein trupulleiki hjá ES londunum at standa saman og draga eina línu, tá tað um sanktiónir móti russiskari orku viðvíkur.

Lond sum Týskaland og Italia kunnu nevniliga ikki vera allan innflutning av russiskari olju og gass fyriuttan uppá stytri sikt. 

Hóast sanktiónir móti russiskari orku kunnu raka russiska búskapin, so eru kortini ráð fyri tí veit CNN at siga í kvøld. Tí samráðingar eru í løtuni millum Russland øðrumegin og bæði Kina, India og Pakistan hinumegin um at keypa orku úr Russlandi. Talan er m.a. um at byggja eina gassleiðing til Pakistan við russiskar hjálp. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2022

44 Leygardagur 16. apríl 2022

Altjóða innsavning fingið 67 milliardir krónur til flóttafólk

Altjóða stuðulstiltakið "Stand up for Ukraine" varð hildið í pólska høvuðsstaðnum Warszawa, og inn komu 9,1 milliard evrur umframt ein milliard frá evropeiska menningarbankanum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Altjóða stuðulstiltakið "Stand up for Ukraine" savnaði farna vikuskiftið 9,1 milliardir evrur til flóttafólk úr Ukraina. Tað svarar til uml. 67 milliardir í okkara krónum.

Innsavningin varð hildin í pólska høvuðsstaðnum Warszawa.

Umframt tær 9,1 milliardirnar, hevur menningarbankin hjá ES, European Bank of Reconstruction latið eina milliard evrur.

Av hesum verða 400 milliónir evrur latnar til grannalondini hjá Ukraina fyri teirra arbeiði við at hýsa flóttafólkum.

Í Warszawa vóru Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, pólski forsetin, Andrzej Duda, og kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau.

Tað eru ES-kommissjónin og kanadiska stjórnin, sum hava tikið stig til "Stand up for Ukraine".

Innsavningin hevur eisini havt eitt átak á sosialu miðlunum, har heimsstjørnur sum m.a. Billie Eilish og Oprah Winfrey hava varpað ljós á innsavningina.

Sambært Ritzau eru yvir 4,4, milliónir fólk rýmd úr Ukraina, og yvir seks milliónir eru rýmd úr heimi teirra til onnur støð í landinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2022

45 Leygardagur 16. apríl 2022

Vinmaður Putins er nú krígsfangi

Zelenskij bjóðar Russlandi ukrainska oligarkin, Viktor Madvedtjuk, í býti fyri ukrainskar borgarar, sum russar hava tikið til fanga

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ukrainskar trygdardeildir handtóku í týskvøldið ríkmannin - oligarkin - og andstøðuleiðaran Viktor Medvedtjuk. Talan er um ein av góðu vinmonnunum hjá Vladimir Putin í Ukraina, sum longu er ákærdur fyri landasvik.

Tað var týskvøldið, at Volodymyr Zelenskij kundi upplýsa at Viktor Medvedtjuk er fongslaður. Forsetin vísti á Facebook síðu síni eina mynd av honum í handjørnum, og skrivaði “væl gjørt”.

[object Object](Mynd: EPA)

Oligarkurin er ein av nærmastu sameindu hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, í Ukraina. Teir eru góðir vinir, og hava eitt nú hildið feriu saman. Eisini er Putin gubbi hjá einum av døtrunum hjá Medvedtjuk, skrivar The Washington Post.

Viktor Medvedtjuk er ein russisk vinarligur andstøðuleiðari í Ukraina, sum í fjør varð ákærdur fyri landasvik og settur í húsavarðhald. Ukrainska stjórnin skuldsetir hann fyri at hava roynt at leggja ognir hjá Ukraina á Krim-hálvoynni undir seg eftir russisku hertøkuna í 2014, skrivar svenska Aftonbladet.

Í februar í ár boðaði ukrainska stjórnin frá, at Viktor Medvedtjuk var flýddur úr húsavarðhaldinum tríggjar dagar eftir at russiska innrásin byrjaði. Síðani hevur hann fjalt seg.

Advokaturin hjá oligarkinum, Larysa Cheredynenko, hevur víst ákærunum aftur, og sigur, at Medvedtjuk var tvingaður at flýggja orsaka av hóttanum frá tjóðskaparligum bólkum.

[object Object]Táverandi ukrainski andstøðuleiðarin, Viktor Medvedtjuk, í samrøðu við vinmann sín í Kreml (Savnsmynd: EPA)

Á Twitter skrivar ukrainska trygdartænastan, at tey framdu eitt vandamikið snarálop fyri at handtaka oligarkin og fáa hann fongslaðan.

Enn hava ongi umboð fyri Medvedtjuk gjørt viðmerkingar til handtøkuna. Ein talspersónur fyri Kreml hevur sagt við tíðindastovuna Tass, at hann hevði sæð myndinar, man at tey ikki kunnu siga, um myndin er verulig, skrivar Reuters.

Seinni týskvøldið boðaði Volodomyr Zelenskij frá, at hann er sinnaður at lata Russlandi Viktor Medvedtjuk í býti fyri ukrainskar borgarar, sum Russland hevur tikið til fanga. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2022

46 Leygardagur 16. apríl 2022

Norski verjumálaráðharrin lagt frá sær

Tað er komið fram, at Odd Roger Enoksen í 2005 hevði kynsligt samband við eina kvinnu, sum var nógv yngri enn hann

Odd Roger Enoksen sigur seg harmast um tær avgerðir, hann hevur tikið (Mynd: NTB)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Norski verjumálaráðharrin, Odd Roger Enoksen, boðaði farna vikuskiftið frá, at hann leggur frá sær, eftir tað er komið fram, at hann hevur havt kynsligt samband við eina nógv yngri kvinnu.

Í telduposti til norsku tíðindastovuna NBT skrivar hann, at hann harmast um tey, sum hann hevur sært, og hevur hann framt fleiri skeivar gerðir og tikið fleiri skeivar avgerðir, sum hann biður um umbering fyri.

Ritzau endurgevur norska VG, sum sigur, at unga kvinnan var 18 ár, og Odd Roger Enoksen var 50. Hann var fyrrverandi floksleiðari, og hon var ein skúlanæmingur við áhuga fyri politikki.

Hóast Enoksen harmast um sambandið millum hann og kvinnuna, vísir hann aftur, at hann skal hava misnýtt sítt starv.

Hann ásannar, at hann ikki átti at havt samband við kvinnuna, sum hann fyrst hitti á samkomu í 2005, og seinni hittust tey aftur, tá hon var á skúlaútferð í Stortinget. Tó sigur hann, at talan ikki var um eina støðu, har hann hevði vald yvir hana.

Tá hetta hendi var Enoksen 50 ár, og í dag er hann 67.

Kvinnan, sum Enoksen var saman við, sigur hinvegin, at hendingarnar hava havt stóra ávirkan á lív hennara seinastu 15 árini, og at hon hevur kent skomm og skuldarkenslu, samstundis sum hon óttaðist, at eingin fór at trúgva henni.

– Tað er ikki rætt, at eg skal ganga við hesum, tá hann hevur brúkt vald sitt og sína støðu fyri at fáa tað, hann vildi. Tað átti hann ikki at gjørt, og eg vil hava hann at taka skuldina á seg, sigur hon.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2022

47 Leygardagur 16. apríl 2022

Heimsbankin: Búskapurin í Ukraina fer at minka 45 prosent í ár

Kríggið í Ukraina fer eisini at hava avleiðingar fyri grannalondini hjá Russlandi og Ukraina, og mett verður, at samlaði búskapurin í Ukraina, Hvítarusslandi og Moldova fer at minka 30,7 prosent

Ukrainski høvuðsstaðurin, Kyiv (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

BTÚ í Ukraina væntast í ár at minka við heili 45,1 prosent, heldur Heimsbankin.

– Hetta er næsti stóri skelkurin, sum rakar ukrainska búskapin í tvey ár, og hann kemur í einari rættiliga ótryggari tíð, har nógv framvegis stríðst við at fóta sær eftir koronu, sigur Anna Bjerde, varaforseti í Heimsbankanum í Evropa og Miðasia.

Heimsbankin metir eisini, at búskapurin í Russlandi fer at minka við 11 prosentum orsakað av revsitiltøkunu, sum vesturheimurin hevur sett í verk.

Mett verður, sambært Ritzau, at uml. helvtin av fyritøkunum í Ukraina eru stongdar orsakað av krígnum. Nógvar aðrar fyritøkur, sum framvegis hava opið, virka á einum støði, sum er langt undir vanliga støðinum.

Hetta fer eisini at fáa avleiðingar fyri grannalondini hjá Russlandi og Ukraina, og Heimsbankin metir, at samlaði búskapurin í Ukraina, Hvítarusslandi og Moldova fer at minka 30,7 prosent í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2022

48 Leygardagur 16. apríl 2022

26 ára gamal fær lívlangt fongsul fyri at drepa bretskan politikara

Tað var 15. oktober í fjør, at Ali Harbi Ali stakk David Amess við knívi í einari kirkju eystan fyri London

David Amess varð dripin í oktober í fjør (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í vikuni fekk ein 26 ára gamal maður lívlangt fongsul fyri at hava dripið bretska politikaran David Amess 15. oktober í fjør.

David Amess varð stungin fleiri enn 20 ferðir av 26 ára gamla Ali Harbi Ali á veljarafundi í einari kirkju eystan fyri London. David Amess doyði á staðnum.

Ali Harbi Ali er bretskur ríkisborgari og sonur miðlaráðgevan hjá fyrrverandi somaliska forsætisráðharranum, skrivar Ritzau.

Í rættinum segði Ali, at drápið var hevnd fyri, at Amess, sum limur í bretska tjóðartinginum, hevði atkvøtt fyri luftálop móti Sýria í 2014 og 2015. Sambært ákæranum hevði hann eisini ætlanir um at leypa á eitt nú Michael Gove, ráðharra við bústaðarmálum.

Ali skal eitast at hava brúkt fleiri ár uppá at leggja álopið á David Amess til rættis.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2022

49 Leygardagur 16. apríl 2022

Forsætisráðharrin og fíggarmálaráðharrin í Bretlandi hava fingið bót

Hetta er sum avleiðing av veitslum, ið vórðu hildnar, meðan strangar koronuavmarkingar vóru í Bretlandi. Nógv vilja hava Boris Johnson frá

Boris Johnson er í trongum skóm í løtuni, men hann heldur seg ikki hava brotið nakra lóg
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Boris Johnson hevur leingi verið í andglettinum, og nú er greitt, at bretski forsætisráðharrin fer at fáa bót fyri at hava hildið og verið við til veitslu/veitslur undir "lockdown" í Bretlandi. Fíggjarmálaráðharrin Rishi Sunak fær eisini bót fyri at hava verið við.

Hetta upplýsir bretska forsætismálaráðið fyri BBC. Tað verður samtundis gjørt greitt, at tað er óvist, hvussu stór bótin er. 

Bretskir miðlar skriva, at í løtuni kannar løgreglan tólv veitslur og tiltøk, sum vórðu hildin í Whitehall, har flestu stjórnarbygningarnir eru, ella í Downing Street, meðan forboð var fyri slíkum í Bretlandi.

Tvær slíkar veitslur vóru í mai 2020, har tað vóru minst 100 fólk til tað einu, ið var í garðinum í Downing Street.

Boris Johnson hevur váttað, at hann var við til hesa, men hevur vart seg við, at hann helt at hetta var í samband við arbeiði. 

Hvussu álvarsligt hetta er, ber til at kjakast um, men tað er eingin ivi um, at heilt nógvir bretar eru ónøgdir við forsætisráðharran. Ein kanning frá januar hjá The Independent vísti, at tveir triðingar - 66 prosent - hildur, at Boris Johnson burdi farið frá.

Nicola Sturgeon, fyrstaráðkvinna í Skotlandi, skrivaði í gjár á Twitter, at Boris Johnson nú átti at takka fyri seg. Tað sama heldur Labour-leiðarin Keir Starmer. Mótstøðumaðurin hjá forsætiráðharrin hevur áður biðið hann lagt frá sær, og í samband við hesar avdúkingar, at Boris Johnson og Rishi Sunak hava brotið lógina, logið fyri bretska fólkinum, og at teir hervið áttu at farið frá.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2022

50 Leygardagur 16. apríl 2022

Will Smith útihýstur frá tiltøkum næstu tíggju árini

Hann sleppur ikki at luttaka í nøkrum tiltaki hjá Oscar akademinum, og hesa revsing hevur 53 ára gamli sjónleikarin góðtikið

Will Smith vann eina Oscar-virðisløn fyri "besti mannligi sjónleikari" fyri leiklut hansara í filminum "King Richard (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Amerikanski sjónleikarin Will Smith sleppur komandi tíggju árini ikki at luttaka á nøkrum tiltøkum hjá Oscar akademinum. Tað boðaði Oscar akademiið frá í gjár, sambært fleiri altjóða miðlum.

Hetta er revsingin fyri, at hann gav skemtaranum Chris Rock ein lúsing á pallinum, tá Oscar-virðislønirnar vorðu handaðar 28. mars.

Herfyri boðaði 53 ára gamli Will Smith eisini frá, at hann hevði valt at fara úr Oscar akademinum, og fór hann eisini at góðtaka ta revsing, akademiið fór at geva honum omaná hetta.

Seinasta fríggjadag sendi Will Smith eisini út eina stutta fráboðan:

– Eg góðtaki og virði avgerðina hjá akademinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2022

51 Leygardagur 16. apríl 2022

Týskland-Føroyar: Manglandi neyvleiki kostaði føroyingum dýrt

Fleiri tekniskar villur, sum týskarar vóru skjótir at revsa, saman við einum havi av brendum møguleikum, gjørdi at føroyingar vóru fyri áttamáls tapi í Kiel

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tormóður Petursson Djurhuus

Føroyingar spældu til tíðir fult upp ímóti týsku maskinuni mikudagin, men nógvar tekniskar villur og ein stórspælandi Andreas Wolff í málinum, høvdu við sær, at týskarar trektu frá føroyingum.

Føroyingar høvdu fleiri góð tíðarskeið í dystinum, har teir hálaðu mál inn aftur á týsku maskinuna, og høvdu marginalarnir fallið okkara veg, so hevði munurin kunna verið væl minni.

Úrslitið av dystinum gjørdist 34-26.

Støðan eftir:
5min: 4-1
10min: 6-4
15min: 10-5
20min: 11-8
25min: 15-10
30min: 17-11
35min: 19-14
40min: 22-16 
45min: 28-19
50min: 30-21
55min: 32-23
60min: 34-26

Føroysku málskjúttarnir: 
- Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist føroyskur toppskjútti við fimm málum 
- Helgi Hildarsson Hoydal og Hákun Vest av Teigum skutu fýra mál hvør
- Kjartan Johansen skjeyt trý mál 
- Leivur Mortensen, Tróndur Mikkelsen og Rókur Nielsen Akralíð skutu tvey mál hvør
- Jónas Gunnarsson Djurhuus, Vilhelm Poulsen, Peter Krogh og Pauli Mittún skutu allir eitt mál hvør

Liðini møtast aftur í Ítróttahøllini á Hálsi í kvøld kl. 19

Myndir: Sverri Egholm


[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2022

52 Leygardagur 16. apríl 2022

H71 føroyameistari eftir triðja finalusigurin á KÍF

Tað var eingin slingur í valsinum hjá hoyvíkingum leygarkvøldið. Fimm mál vóru á muni tá samanumkom, og sætta meistaraheitið og greipa nummar tvey hjá besta mansliðnum í Hoyvík

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

29-24 gjørdist endaliga úrslitið í Hoyvíkshøllini, men langt áðrenn seinasta bríksl var so at siga heilt greitt, at hetta fóru hoyvíkingar at koyra heim. Heimaliðið var omaná so at siga allan dystin og vann triðju finaluna á KÍF innan eina viku.

Talan er um sætta FM-heitið í bestu mansdeildini - tað fjórða uppá seks ár - og H71 hevur nú yvirhálað StÍF í samlaða talinum. Eins og í 2017 gjørdist talan um greipuna.

Burn deildin, 3. og síðsta FM-finalan
Hoyvíkshøllin

H71 - KÍF 29-24 (16-13)

Toppskjúttar: 
Pætur Thomsen 7 mál, Peter Krogh 5 mál - Hans Eli Sigurbjørnsson 5 mál, Fríði Weyhe 5 mál

Myndir: Jens Kr. Vang

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2022

53 Leygardagur 16. apríl 2022

H71-kvinnur vunnu sítt fyrsta meistaraheitið

Hoyvíkskvinnur eru føroyameistarar á fyrsta sinni. Tær vunnu triðju og avgerandi finaluna móti Neistanum 27-18

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Menninir hjá H71 hava í nógv ár verið frammaliga í føroyskum hondbólti. Seinastu árini hava hoyvíkskvinnur eisini verið frammaliga, men til í ár hevði tað ikki eydnast at vinna gull í landskappingini.

Við trimum FM-finalu sigrum á rað ímóti Neistanum gjørdist leygardagin greitt, at hoyvíkskvinnur hava vunnið sítt fyrsta meistaraheitið í søguni hjá felagnum.

Tær hava sostatt sett eitt flott punktum við stóra árið hjá H71 sum hevur bjóðað upp á evropaluttøku, steypafinalu og FM-heitið.

- Hetta er kempi stórt. Hetta er tað, vit hava arbeitt fram ímóti. Vit hava havt eitt langt kappingarár, og vit høvdu eitt skot eftir í byrsuni fyri at alt kappingarárið ikki skuldi fara fyri skeyti, segði ein fegin Maria Hallsdóttir Weyhe eftir dystin.

Støðan í hálvleikinum var 14-8.

H71 - Neistin 27-18 (14-8)

Jens Kr. Vang tók myndirnar

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2022

54 Leygardagur 16. apríl 2022

Hoyvíkingar í flokki fyri seg

Bert tríggjar finalur skuldu til fyri at basa KÍF, og hetta gjørdi liðið, ið vann grundspælið, við 22 málum samanlagt hesa vikuna. Við sigrinum leygarkvøldið er H71 greipuvinnari hjá monnum, og bæði kvinnurnar og menninir í Hoyvík eru føroyameistarar - nakrir av føroyameistarunum takka nú fyri seg í Hoyvík fyribils

Føroyameistararnir í Burn-deildini og SMS-deildini 2021/2022. Hjá monnum var tað fyri fjórðu ferð uppá seks ár - hjá kvinnum fyri fyrstu ferð í søguni (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

KÍF fylgdi við tað mesta av fyrra hálvleiki, men tá heimaliðið veruliga fekk verjupartin at eydnast, frá áleið miðskeiðis í hálvleikinum, og vælsmurda álopsmaskinan helt fram í sama lagi, so varð tað so líðandi bert ein spurningur um, hvussu stórur sigurin í kvøld skuldi vera, og hoyvíkingar vunnu at enda ógvuliga uppiborið føroyameistaraheitið 2021/2022.

H71 vann við tíggju málum, tá liðini spældu finalu nummar eitt í Hoyvík sunnudagin, við sjey málum. Hoyvíkingar uppbygdu sær eina leiðslu, sum fyrri hálvleikur leið, munurin í steðginum var trý mál, og KÍF kom ikki nærri í seinna hálvleiki, hóast útiliðið hevði fleiri góð álop.

Ov nógv mistøk vórðu gjørd samanlagt, og tað tyktiskt ógjørligt at stegða bakketuni hjá H71, har brøðurnir Pauli og Óli Mittún spældu so at siga allan dystin - við stórum myndugleika og flottum spæli - saman við Róa Ellefsen á Skipagøtu ella Peturi Krogh, ið báðir eisini fingu góð mál og góðsku í spælið. Tá Rói var inni, var talan um "systkinabarnsbakketu" við miðalaldri beint yvir 18 ár. 

[object Object]
Óli Mittún og Pætur Mikkjalsson stegða her Fríða Weyhe. Hoyvíkingarnir komu inn á liðið, eftir at kappingarárið var farið í gongd, og hava gjørt stóran mun (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mittún-brøðurnir skulu nú uttalands at spæla hondbólt - 19-ára gamli Pauli á hægsta støði í Noreg og 16-ára gamli Óli til Sävehof í Svøríki, har systkinabarnið Elias frammanundan spælir.

Pauli Jacobsen, ið ikki hevði sín besta dyst leygarkvøldið, skal til Fraklands at spæla. Javnaldurin hjá navnanum hevur tó havt eitt frálíkt kappingarár og tykist at vera í rúkandi menning og hevur nú landsliðsuppgávur fyri framman.

Tað var makkari hansara, royndi Ári Dam, ið mest gjørdi vart við seg við bjargingum í kvøld. Hetta var seinasta dystur hjá málverjanum, ið hevur verið við til at mynda H71 seinastu árini, har nógv gull eru komin í hús. 

Pætur Thomsen er ein av leikarunum, ið hevur vunnið nógv gull við barndómsfelagnum. Hann var ar aftur tryggur av vonginum í kvøld og gjørdist toppskjútti við sjey málum. Hinumegin var 18-ára gamli Janus Dam Djurhuus eisini tryggur og skeyt fýra mál.

[object Object]


[object Object]
35-ára gamli Ári Egason Dam slapp at lyfta steypið í sínum síðsta dysti á hægsta stigi. Hans Kári Hansen, nummar ellivu, takkaði eisini fyri seg við enn einum gull heiðursmerki og steypi (Myndir: Jens Kr. Vang)

Sum seinni hálvleikur leið, varð talan um niðurteljing til FM-veitslu í Hoyvíkshøllini. Kvinnurnar tryggjaðu sær fyrr í kvøld sítt fyrsta føroyameistaraheiti nakrantíð, og nummar seks í røðini hjá monnum kom í hús nakrar tímar seinni. Talan er um ógvuliga uppiborið meistaraheiti. Sum kappingarárið er liðið, hevur H71 sett seg á kappingina, grundspælið varð vunnið trygt, finalurnar trygt samanlagt og í steypafinaluni varð talan um stórsigur. Harvið vann H71 greipuna, eins og í 2017. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2022

55 Leygardagur 16. apríl 2022

Tvey ár við kollfirðingum

KÍF styrkir seg við Vuk Stevanovic. Tað váttar felagið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Norðlýsið segði seg herfyri vita frá keldum, at Vuk Stevanovic sum seinastu tvey árini hevur verið avgerandi leikari hjá Team Klaksvík, nú fór at royna seg í KÍF.

KÍF váttar í vikuni hetta, og upplýsir, at tvey ára sáttmáli er undirskrivaður millum partarnar.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Samstundis er greitt at Morten Nyberg Kristensen gevst í felagnum.

Vuk Stevanovic yvirtekur uppgávuna at venja dreingjaliðini í felagnum. Ein uppgáva, sum Morten Nyberg Kristensen hevur havt.

Vuk Stevanovic bleiv toppskjútti í deildini í ár við 189 málum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2022

56 Leygardagur 16. apríl 2022

HB selur Thomas Bjørn til FCK

U17-landsliðsspælarin Thomas Bjørn Miezan skiftir úr HB til FCK, har hann hevur undirskrivað ein 3-ára sáttmála

(Mynd: HB)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

U17-landsliðsspælarin Thomas Bjørn Miezan skiftir úr HB til FCK, har hann hevur undirskrivað ein 3-ára sáttmála.

Hesum boðar HB frá á heimasíðuni fríggjadagin. HB skrivar soljóðandi:

Hann hevur í nøkur ár verið eyðsýndur á okkara ungdómsliðum, og frá í summar verður tað FCK, sum fær gleði av hansara evnum.

- Thomas hevur fysisku fortreytirnar fyri at gerast ein toppspælari. Harumframt hevur hann bæði teknikk og taktiskt skil. Hann er ein glaður drongur, sum elskar at venja tað, sum hann ikki longu dugur. Vit síggja hann sum eitt talent við stórum evnum, sum vit gleða okkum at síggja í FCK, har vit vónandi kunnu menna hann enn meira, sigur Mikkel Køhler, Head of Recruitment í ungdómsdeildini hjá FCK.

Eitt stórt stig á leiðini
Thomas Bjørn flytur til Danmarkar í summar, og byrjar í FCK 1. juli. Og sjálvur er hann sera spentur at taka hetta stigið á sínari yrkisleið.

- Hetta er eitt stórt stig fyri meg, og ein dreingjadreymur sum gongur út. Hetta er nakað eg havi arbeitt fram ímóti. Eg veit, at eg kann menna meg enn meira her, og FCK er tað rætta staðið fyri meg.

- Eg eri errin av at skriva sáttmála við eitt so stórt felag sum FCK, tí tað hava ikki verið so nógvir føroyingar her. Eg havi sæð Brand á landsliðnum, og so veit eg, at Todi er limur í Legends Club her.

- Eg gleði meg sera nógv at flyta til Keypmannahavn, og eg eri til reiðar at arbeiða en harðari. Eg havi nógv at læra, og eri vísur í, at FCK kann hjálpa mær at blíva ein enn betri fótbóltsspælari. Tað er mítt mál, sigur Thomas Bjørn við heimasíðuna hjá FCK.

Navnframir føroyingar í FCK
Thomas Bjørn verður tann triði føroyingurin í FCK, eftir at navnframir spælarar sum Todi Jónsson og Brandur Hendriksson fyrr hava gjørt seg galdandi har.

- Hetta keypið er partur av okkara strategi, um at vit vilja hava størstu talentini í norðurlondum, sum við røttu menningini kunnu røkka hægstu tindarnar. Vit gleða okkum at fylgja honum í menningini, og fegnast um at vit aftur hava ein føroying í felagnum, sigur Mikkel Køhler at enda.

[object Object]Páll Mohr Joensen, formaður í HB, og Thomas Bjørn Miezan (Mynd: HB)

Thomas Bjørn skal gera skúlan lidnan í Føroyum, áðrenn hann byrjar í FCK 1. juli. Tað er við blandaðum kenslum at vit missa ein so evnaríkan spælara. Men vit vilja aldrin standa í vegin fyri okkara ungu spælarum, sum vilja røkka enn longri. Og hetta prógvar samstundis, at okkara ungdómsdeild er ein lopfjøl fyri ungar føroyskar spælarar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2022

57 Leygardagur 16. apríl 2022

Favorittar vunnu í fyrsta umfarinum

Átta dystir í kappingini um Løgmanssteypið vórðu avgreiddir skírisdag. Tveir av teimum máttu út í longda leiktíð fyri at finna ein vinnara

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er greitt, hvørji átta lið eru í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Fyrsta umfar varð leikt skírisdag.

Fleiri av dystunum vórðu millum lið í ymiskum deildum, og tey úrslitini vóru har eftir.

Málríkasti dysturin var millum HB og FC Suðuroy, sum spælir í aðru deild. Havnarmenn vunnu dystin 9-1.

Tvær spennandi uppgerðir vóru millum tað, sum vit undan kappingarbyrjan í ár høvdu nevnt botn fimm lið. Dystirnir millum AB-B68 og EB/Streymur-07 Vestur máttu báðir út í longda leiktíð fyri at finna ein vinnara.

Í báðum førum var ikki neyðugt við brotssparkskapping, tí ávikavist AB og 07 Vestur avgjørdu áðrenn tað kom so langt.

Fjórðingsfinalurnar verða leiktar 18. mai, og lutakastið verður í 3-2 í sjónvarpinum týsdagin 26. apríl.

Her eru málskjúttar og úrslit frá umfarinum hósdagin:

Víkingur - Undrið 4-0 (2-0)
17’ Olaf Bárðarson 1-0
28’ Olaf Bárðarson 2-0
49’ Arnbjørn Svensson 3-0
61’ Sølvi Vatnhamar 4-0

ÍF - B71 4-0 (4-0)
24’ Gundur Petersen 1-0
29’ Jan Ellingsgaard 2-0
35’ Dánjal á Lakjuni 3-0
40’ Santiago Nicolas Lebus 4-0

AB - B68 4-2 (1-1)
8’ Marius Kryger Lindh 1-0 (br.)
41’ Boubacar Sidik Dabo 1-1
52’ Ragnar Skála 2-1
54’ Sebastian Lau Nielsen 2-2
105’ Marius Kryger Lindh 3-2
113’ Jobin Drangastein 4-2

HB - FC Suðuroy 9-1 (6-0)
7’ Pætur Petersen 1-0
9’ Hilmar Leon Jakobsen 2-0
18’ Stefan Radosavljevic 3-0
26’ Hilmar Leon Jakobsen 4-0
32’ Adrian Justinussen 5-0
45’ Leivur Fossdal Guttesen 6-0
58’ Gustav Kjeldsen 7-0
77’ Ari Krosslá Poulsen 7-1 (br.)
79’ Pætur Petersen 8-1
83’ Daniel Johansen 9-1 (br.)

EB/Streymur - 07 Vestur 2-4 (2-1)
18’ Niels Pauli Danielsen 1-0
30’ Mathias Voss 1-1
42’ Bogi Reinert Petersen 2-1
55’ Ronni Møller Iversen 2-2 (br.)
105’ Jasper Van Der Hayden 2-3
121’ Ronni Møller Iversen 2-4

TB - FC Hoyvík 4-0 (1-0)
29’ Mikkel Blåholm 1-0
59’ Mikkel Blåholm 2-0
71’ Mikkel Blåholm 3-0
77’ Ragnar Tausen 4-0

Skála - KÍ 0-3 (0-3)
2’ Jonn Johannesen 0-1
10’ Jóannes Bjartalíð 0-2
31’ Jákup Biskopstø Andreasen 0-3

NSÍ - B36 1-4 (1-2)
31’ Brian Jakobsen 0-1
33’ Andrass Johansen 0-2
35’ Pætur Hentze 1-2
58’ Brian Jakobsen 1-3
64’ Andrass Johansen 1-4


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2022

58 Leygardagur 16. apríl 2022

Vendu 0-3 til sigur

Føroyska U16-landsliðið við gentum megnaði at venda einum hóttandi stórtapi til sigur, tá tær í seinasta dystinum í UEFA menningarkappingini vunnu samanlagt 8-7 á Norðurmakedonia

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Norðurmakedónia (Mynd: Fróði Danielsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

– Eg eri heilt ótrúliga errin av avrikinum hjá okkara gentum, og eg ivist ikki í, at tað er tað serstaka samanhaldið á liðnum, ið til endan var við til at tryggja okkum sigurin. Menningin á hesum liðnum hevur eisini verið heilt framúr, so tað verður spennandi at fylgja hesum gentunum í komandi tíðum.

Soleiðis sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U16-landsliðnum við gentum, sum sunnudagin spældi seinasta dystin í UEFA menningarkappingini í Bosnia-Hersigovina.

Eftir at hava tapt tepurt fyri vertslandinum og Slovenia í teimum báðum fyrstu dystunum, var Norðurmakedónia síðsta mótstøðuliðið. Og tá fari var til hálvleik var nógv, ið bendi á, at norðurmakedónar fóru at vinna ein tryggan sigur. Eftir fyrstu 45 minuttirnar stóð 3-0 til Norðurmakedónia á máltalvuni.

Men eftir steðgin var føroyska liðið sum hamskift. Álopini skolaðu nú oman móti norðurmakedónska málinum, og eftir lítlari løtu var javnleikur 3-3. Málini gjørdu Eydna Olsen Dalheim, sum skoraði tvey, og Katrin Hansen.

Reglurnar í UEFA menningarkappingunum eru tær, at stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður fari beinleiðis til brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara. Og tá drógu okkara longra stráið. Sostatt endaði tað, ið fyrr á degnum líktist einum hóttandi stórtapi, við samanløgdum 8-7 sigri til Føroyar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2022

59 Leygardagur 16. apríl 2022

U19: Mistu á stokkinum móti Malta

Judith Eilersdóttir Rasmussen og Ester Ellingsgaard skoraðu fyri Føroyar í fyrra hálvleiki, men upp á sjey minuttir í seinna hálvleiki vendist alt á høvdið

Føroyska liðið, ið byrjaði móti Malta (Mynd: fsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað harmar okkum ómetaliga nógv, at tað ikki eydnaðist at fáa nakað stig heim við. Aftur hesaferð spældu vit ein góðan dyst, arbeiddu hart, og komu eisini á odda við tveimum. Men upp á sjey minuttir í seinna hálvleiki vendist alt á høvdið, og vit stóðu brádliga við ongum. So vit eru sjálvandi sera skuffaðar nú

Hetta sigur venjarin hjá føroyska U19-landsliðnum við gentum, Eyðvør Jakobsen, við heimasíðuna hjá FSF eftir seinasta dystin í EM-undankappingini, ið hevur verið í Norðurírlandi.

Føroyska liðið hevði tapt tveir teir fyrstu dystirnar, men legði bragdliga fyri, og tá stórur hálvur tími var spældur, stóð 2-0 til Føroyar á máltalvuni, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

Málskjúttar vóru Judith Eilersdóttir Rasmussen og Ester Ellingsgaard - báðar úr B36.

Leiðslan helt tó ikki. Um miðan seinna hálvleik koppaði alt á høvdið, og eftir lítlari løtu skoraði Malta trý mál og vann eisini dystin 3-2.

Støðan í bólkinum gjørdist tann, at Norðurírland og Malta fingu 7 stig, Aserbadjan fekk 3 stig, meðan Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2022

60 Leygardagur 16. apríl 2022

U17: Tjúgu leikarar boðsendir til menningarkapping í Estlandi

Umframt Føroyar og vertslandið, verða Kasakstan og Ný Kaledonia, sum er ein oyggj, ið liggur eystan fyri Avstralia, við í kappingini. Fyrsti dystur verður 26. apríl

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað verður ein nýggj og spennandi mótstøðu, ið føroyska U17-landsliðið við dreingjum skal royna seg ímóti, tá liðið fer til Otepaa í Estlandi frá 24. apríl til 1. mai, har UEFA menningarkapping verður á skránni hesar dagarnar.

Umframt Føroyar og vertslandið, verða Kasakstan og Ný Kaledonia, sum er ein oyggj, ið liggur eystan fyri Avstralia, við í kappingini.

Eyðun Klakstein er venjari hjá U17-dreingjunum, og hann hevur nú úttikið 20 spælarar til kappingina í Estlandi.

Hópurin
Sámal á Steig, 07 Vestur
Pætur Akselsen, 07 Vestur
Jónas Prior, 07 Vestur
Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur
Mattias J. Hellisdal, B36
Bartal Páll Klein, B36
Finnur Johannesen, B36
Silas Larsen, EB/Streymur
Pætur Róason, HB
Andrass Henriksen, HB
Jónas Samuelsen, HB
Djóni Samuelsen, HB
Baldur Niclasen, HB
Thomas Bjørn Miezan, HB
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Bjørn Bjarkhamar, Víkingur
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Aron Benjaminsen, Skála
Markus Isaksen, Skála
Torkil Holm, TB

Føroyar leggja fyri týsdagin 26. apríl ímóti Estlandi, 28. apríl verður spælt móti Ný Kaledonia, og seinasti dysturin verður sunnudagin 1. mai, tá mótstøðuliðið er Kasakstan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2022

61 Leygardagur 16. apríl 2022

Terji til reiðar at leiða trygdina

Í farna mánað var Terji Nielsen til endaligu próvtøkuna, og hevur nú tikið prógv sum “Trygdarovasti A+”

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– Hetta hevur verið ein sera spennandi og lærurík tíð. Korona órógvaði eitt sindur fyrstu tíðina, men sum heild hevur gingist væl. Nú er prógvið so umsíðir komið í hús, og tað er ein góð kensla, sigur Terji Nielsen við heimasíðuna hjá FSF.

Sum liður í at menna trygdina í samband við landsdystir og onnur tiltøk, ið Fótbóltssamband Føroya skipar fyri, varð Terji Nielsen á sumri í 2019 settur í starv sum trygdarovasti hjá FSF.

Í februar í 2020 fór Terji Nielsen undir útbugving, og í farna mánað stóð Terji seinastu próvtøkuna, og kann nú kalla seg “Trygdarovasti A+”, sum er tann hægsta av sínum slag í Norðurlondum.

Á útbúgvingini verður serligur dentur lagdur á dystaravgreiðslu, handfaring av mannamúgvum, Anti-terror, “Good Hosting”, fjepparamentanir og tilbúgvingarætlanir.

Í donsku Superliguni er krav, at trygdarovastin á stadion hevur hesa útbúgving, og harafturat verða fólk við hesi útbúgving eisini brúkt til festivalar og konsertir, Copenhagen Marathon, EM-endaspælið, sum var í fjør, umframt onnur stór tiltøk.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2022

62 Leygardagur 16. apríl 2022

Her eru ársins leikarar í flogbólti 2022

Farna leygarkvøld var flogbóltsgalla í Kollafirði, har bestu leikararnir vórðu avdúkaðir

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarkvøldið var gallaveitsla í bygdarhúsinum í Kollafirði, har ársins bestu flogbóltsleikarar vórðu avdúkaðir.

Tað eru venjarar og liðformenn á liðunum í Føroya Tele-deildunum, sum hava valt.

Nógvur heiður var latin teimum fýra finalu-liðunum - Fleyr og SÍ hjá kvinnum og Mjølinir og ÍF hjá monnum.

Heiðurin Ársins venjari hjá monnum fór kortini til venjaran hjá blaðunga aftasta liðnum, Ternuni, sum tapti allar sínar dystir, og sum leikararnir við ikki sørt av sjálvspeii skemtiliga sungu um á veitsluni, men niðurlagið var kortini: “men vit vunnu trý sett”. Hildið verður tó, at køna hond venjarans hevur flutt liðið langt fram á leið, og at liðið kann mennast nógv aftrat.

Tey, sum vunnu heiður, vóru hesi:

Ársins leikari, menn: Vukasin Nedeljkovic, ÍF
Ársins leikari, kvinnur: Juliia Kuvshinova, SÍ

Ársins áleypari, menn: Vukasin Nedeljkovic, ÍF
Ársins áleypari, kvinnur: Juliia Kuvshinova, SÍ

[object Object]
Ársins leikarar 2021/2022: Vukasin Nedeljkovic úr ÍF og Juliia Kuvshinova úr SÍ. Tey bæði vunnu eisini heiðurin Ársins áleyparar

Ársins hevari, menn: Thorvald Danielsen, Mjølnir
Ársins hevari, kvinnur: Hanna Iansdóttir Biskopstø, Fleyr

[object Object]
Ársins hevarar: Hanna Iansdóttir Biskopstø, Fleyr og Jóan Petur Samson, sum tók ímóti heiðrinum fyri Thorvald Danielsen, Mjølnir

Ársins blokkleikari, menn: Jóhan Arni Elisson Wang, Mjølnir
Ársins blokkleikari, kvinnur: Sarah Frings, Fleyr

[object Object]Ársins blokkleikarar: Jóhan Arni Elisson Wang, Mjølnir, og Sarah Frings, Fleyr

Ársins verjuleikari, menn: Filip Ilic, ÍF
Ársins verjuleikari, kvinnur: Jakobina Joensen, KÍF

[object Object]
Ársins verjuleikarar: Georg Jacobsen fyri Filip Ilic, ÍF (sum ikki var til staðar), og Jakobina Joensen, KÍF

Ársins stjørnuskot, menn: Bjarni Joensen, SÍ
Ársins stjørnuskot, kvinnur: Ranja Jóhannesdóttir Magnussen, TB

[object Object]
Ársins stjørnuskot: Ranja Jóhannesdóttir Magnussen, TB, og Bjarni Joensen, SÍ

Ársins venjari hjá monnum: Trygvi á Brekkukletti, Ternan
Ársins venjari hjá kvinnum: Tyler Frings, Fleyr

[object Object]
Ársins venjarar hjá ávikavist kvinnum og monnum: Tyler Frings, Fleyr, og Trygvi á Brekkukletti, Ternan

Ársins dómari: Bojan Drobnjak


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2022

63 Leygardagur 16. apríl 2022

Høgni er føroyameistari – stórur dramatikkur hjá unglingunum

Triðja árið á rað er 24 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen føroyameistari í talvi

 
SkrivaÐ:

Innsent

Triðja árið á rað er 24 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen føroyameistari í talvi. Tá ið síðsta umfar fór av bakkastokki í gjár, skuldi Høgni Egilstoft Nielsen bert hava ein javnleik við svarta fólkinum móti Willa Olsen fyri at tryggja sær meistaraheitið.

Og tað gekk ikki long tíð, fyrr enn javnleikurin var í hús. Eftir bert seks leikir samdust teir báðir um javnleikin, og so var tað longu tá greitt, at Høgni aftur í ár er føroyameistari í talvi. Føroyameistaraheitið bleiv grundlagt fyrstu fimm umførini, tá Høgni vann øll síni talv. Longu tá var hann eitt stig framman fyri evnaríka Luitjen Akselsson Apol, sum hann møtti í 6. umfari. Teir báðir telvaðu javnt í innanhýsis talvinum, sum gjørdi, at javnleikurin hjá Høgna ímóti Willa í gjár var nóg mikið til at tryggja FM-sigurin.

Høgni hevur annars havt eitt framúr kappingarár í vetur. Í FM-kappingini fyri lið vann hann øll 10 talvini, meðan hann nú í FM-kappingini fyri einstaklingar hevur vunnið 5 og telvað 2 jøvn.

Ungi og sera evnaríki Luitjen Akselsson Apol hevur verið størsti kappingarneytin hjá Høgna Egilstoft Nielsen í hesari kappingini. Í gjár var skjótt greitt, at hann fór ikki at fáa Høgna aftur í oddinum, tá Høgni og Willi tóku javnleik mest sum alt fyri eitt. Tí ráddi um hjá Luitjen at halda fast um 2. plássið, og tað kundi hann við einum javnleiki í síðsta talvinum í dag móti Rana Nolsøe. 

Luitjen og Rani royndu eitt sindur longu enn Høgni og Willi í dag, men talan gjørdist ikki um nakað drúgt talv. Eftir 14 leikir samdust teir báðir um javnleik, og so var 2. plássið tryggjað hjá Luitjen. Hóast hann bert er 16 ára gamal, er hetta aðru ferð, at hann endar á einum 2. plássi í landsliðsbólkinum. 

Hans Kristian Simonsen lá á 3. plássi í landsliðsbólkinum undan dagsins umfari. Hann var hálvt stig framman fyri Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Rógva Egilstoft, sum møttust í innanhýsis talvi. Hans Kristian sjálvur skuldi møta Torkil Nielsen við svørtum, men sjálvt um hálvt stig var nóg mikið til at tryggja 3. plássið, so var eingin slingur í valsinum hjá Hans Kristiani. Hann telvaði sannførandi allan vegin móti Torkil og vann at enda trygt.

Seinasta talvið var millum Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Rógva Egilstoft, og endaði við javnleiki.

Heðin vann fyrsta bólk
Heðin Gregersen hevur verið væl telvandi hesar dagarnar í páskavikuni. Undan seinasta umfari hevði hann vunnið sær fimm stig eftir fimm sigrar og eitt tap. Í gjár kundi hann so tryggjað sær sigurin í 1. bólki við at fáa í minsta lagi hálvt stig móti Boga Hansen Eliasen við svarta fólkinum. 

Talan var leingi um eitt javnt talv millum teir báðar, men tá Bogi so var eitt sindur óneyvur eini tvær ferðir, bleiv hann beinanvegin revsaður av Heðini, og áðrenn Bogi visti av, hevði Heðin vinnandi fyrimun. Bogi gav skarvin yvir, og sostatt er Heðin Gregersen vinnari av 1. bólki.

Jón í Horni og Janus Skaale vóru nærmastu kappingarneytarnir hjá Heðini við einum stigi færri undan seinasta umfarinum. Júst teir báðir møttust í seinasta umfari, og her var Jón stinnari. Við sigrinum tryggjaði ungi maðurin sær 2. plássi í 1. bólki.

3. plássið fór til Herluf Hansen, sum í gjár vann á Heiðriki T. Jacobsen. Við sigrinum fór hann fram við Janus Skaale, sum jú tapti sítt talv móti Jón í Horni Nielsen. 

Í seinasta talvinum vann Andrias Danielsen við svarta fólkinum móti Margar M. Berg.

Brandur endaði fremstur
Í almenna bólkinum gjørdist Brandur Højgaard vinnari. Hann var fremstur undan seinasta umfarinum, og kundi tí tryggja sær sigurin við einum sigri í síðsta talvi. Her møtti hann Róa Vestergaard, og tað var sum so ongantíð nakar ivi um sigurin hjá Brandi.

Henrik W. Joensen endaði á einum 2. plássi eftir sigur á Ingolf Debes í síðsta umfari, meðan Rógvi Mørkøre endaði á 3. plássi við einum sigri á Bergi Johannesen í síðsta umfari. 

Jónas unglingameistari eftir umdyst
Kappingin hjá unglingunum bleiv ein sannur gysari. Undan seinasta umfarinum lógu fýra telvarar javnir í oddinum við 4½ stigum, og teir møttust allir í innanhýsis talvum. Her var Petur G. Magnusson tann fyrsti at vinna sítt talv móti Poul Thomsen, men tað var ikki nakar lættvunnin sigur hjá Peturi. Talan gjørdist nevniliga um eitt bæði javnt og dramatiskt talv, har báðir høvdu møguleikar í endatalvinum, men tað var Petur, sum at enda fann teir røttu leikirnar og avgjørdi talvið.

Tískil bíðaði hann eftir avgerðini í talvinum millum Áka Ingason og Jónas Sólsker. Her gekk eisini javnt á, men í endatalvinum vann Jónas ein rók frá Áka. Áki hevði tó møguleika fyri ævigum skáki, men tað var ikki einfalt, og hann mátti telva ógvuliga neyvt. Hann fann leingi røttu skákini, men at enda fekk Jónas goymt kongin í einum horni, samstundis sum hann fekk býtt frýrnar av, og so var liðugt. 

Tískil skuldi umdystur til millum Petur G. Magnusson og Jónas Sólsker. Her skuldu teir telva tvey kviktalv á 25 minuttir við fimm sekundum eyka fyri hvønn leikin. Var eingin vinnari funnin, so skuldi teir víðari út í tvey snartalv og síðani eitt armageddon talv. Hetta bleiv tó ikki neyðugt, tí eftir kviktalini var ein føroyameistari funnin.

Fyrsta talvið, har Petur G. Magnusson hevði hvíta fólkið, endaði við javnleiki. Í næsta talvinum vann Jónas Sólsker rímiliga tíðliga ein kvalitet. Petur hevði tó ávísar álopsmøguleikar, og samstundis hevði Jónas ikki so nógva tíð eftir á klokkuni. Jónas telvaði tó neyvt allan vegin, og endin var, at Petur gav skarvin yvir.

Sostatt er Jónas Sólsker nýggjur unglingaføroyameistari í talvi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2022

64 Leygardagur 16. apríl 2022

Tvey silvurheiðursmerki til føroyskar boksarar

Hóast David Kunoy og Teitur Annand taptu finalurnar eru tey nøgd við innsatsin í Tórshavn Boksing

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tveir føroyskir nevaleikarar frá Tórshavn Boksing eru komnir heimaftur við silvurheiðursmerkjum frá sælandsmeistarakappingunum fyri byrjarar, sum var í Frederikssund farna vikuskiftið.

David Kunoy og Teitur Annand komu báðir í finaluna, men megnaðu ikki at vinna.

Tórshavn Boksing skrivar soleiðis um avrikið hjá teimum báðum:

- Teitur møtti einum sterkum mótstøðumanni frá Herlev, sum legði hart trýst á frá byrjan og gjøgnum allan dystin. Teitur kláraði seg væl, men tað var ikki nóg mikið. Mótstøðumaðurin fekk ein tryggan sigur.

- David møtti eisini einum sterkum manni, frá Nykøbing Falster, og tað endaði við at gerast besti dysturin á kvøldinum, har báðir góvu alt tað teir orkaðu í øllum umførunum. Nykøbing sigraði í einum ógvuliga jøvnum dysti.

- Báðir boksararnir stóðu seg væl á stevnuni, og venjararnir eru væl nøgdir við úrslitini.

- Við tveimum silvurheiðursmerkjum skriva Teitur og David føroyska boksisøgu, sum teir báðir fyrstu amatørboksararnir, ið luttaka á sælendsku byrjarameistarakappingunum og fáa heiðursmerki við sær heim. Vit eru errin av tykkum! 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2022

65 Leygardagur 16. apríl 2022

Jan McIntosh vann fyrsta FM-umfarið

Fyrsta umfar í FM í dart varð avgreitt síðsta vikuskiftið. Sámuel á Smið vann hjá teimum ungu og Jan McIntosh vann A-Cup-bólkin. Jógvan Viderø Olsen vann B-cup

 
SkrivaÐ:

Innsent

Síðsta vikuskiftið var fyrsta umfar í FM í dart. Fríggjakvøldið spældu tey undir 18 ár og har vóru seks luttakarar við. 

[object Object]

Vinnarar undir 18:
1. Sámuel á Smið
2. Jóna  Miðalberg
3. Arnfríð Jacobsen og Kaj D. Antoniussen

Hægst útgang hevði Jóna Miðalberg við 58 pílum og fægst pílar hevði Ingi Johannesen við 28 pílum.

Leygardagin var ein- og tvímansleikur hjá teimum vaksnu.

Í einmansleiki vóru 16 luttakarar í A-Cup og 19 í B-Cup. A-cup er ætlað teimum bestu spælararunum og B-Cup er til teir, sum ikki meta seg nóg góðar til A-cup enn, og sum eru við fyri at blíva betur.

[object Object]

Vinnarar av A-Cup:
1. Jan McIntosh, HDF
2. Allan við Rætt, D16
3. Jan Erik Fjallstein, VDF og Uni Árting, HDF

[object Object]

Vinnarar av B-Cup:
1. Jógvan Viderø Olsen, D9
2. Stefan Petersen, D9
3. Hans Tóri Kallsoy, VDF og Jack Mohr D16

Hægst útgang hevði Jógvan Viderø Olsen við 135 og fægst pílar hevði Uni Árting við 13 pílum.

Í tvímansleiki vóru hesaferð bert 13 pør við.  

[object Object]

Vinnarar av tvímansleiki vóru:
1. Jan McIntosh/Uni Árting, HDF
2. Jón Johansen/Jan Erik Fjallstein, VDF
3. Oddfinn Hansen/Jørgen Meitelberg, HDF
3. Allan við Rætt/Jack Mohr, D16


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2022

66 Leygardagur 16. apríl 2022

Eydnudeildin og Lykkeliga til móttøku hjá borgarstjóranum

Skírisdag vóru luttakarar bodnir til móttøku hjá borgarstjóranum í Havn á Hotel Føroyum

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinastu dagarnar hevur Eydnudeildin verið vertur fyri Eydnu Cup, sum hevur verið í Sundalagnum. Skírisdag vóru luttakarar bodnir til móttøku hjá borgarstjóranum í Havn á Hotel Føroyum.

Borgarstjórin helt røðu og ynskti donsku og føroysku gestunum hjartaliga vælkomnir til Havnar, og takkaði fyri, at tey eisini tóku sær stundir at vitja borgarstjóran.

Heðin Mortensen vísti í røðuni á týdningin av, at øll hava møguleika fyri at íðka ítrótt og at verða partur av felagsskapinum. Hann segði m.a.

“Føroyar eru í hesum døgum merktar av einum serligum hondbóltsfeburi, og hesum eru tit partur av.

Vit skulu sjálvsagt fegnast um, at vit megna at bjóða stóru tjóðunum av.

Tað hevur sera stóran týdning, at øll, sum ynskja tað, hava somu møguleikar at íðka ítrótt.

Í nógv ár hava eldsálir innan Parasport Føroyar gjørt tað møguligt hjá nógvum at íðka ítrótt, og tað eru ikki hissini av heiðursmerkjum, sum føroysk ítróttarfólk hava tikið við sær heimaftur frá altjóða kappingum.

Ítróttur er tó eisini annað og nógv meira enn at vinna.

Eydnudeildin í Føroyum er eitt framúrskarandi átak, ið er til gleði og íblástur fyri mong.

Tað er gleðiligt, at børn bæði í Suðuroynni, Klaksvík og á meginøkinum nú sleppa at spæla hondbólt í Eydnudeildini.”

[object Object]

Eydnudeildin fylti fýra ár hósdagin, og bleiv hetta eisini markerað við einum føðingardagssangi, sum bleiv sungin í felag.

Jens Marni Hansen syrgdi við góðum sangum fyri einum serstakliga góðum huglagi, og eina løtu fóru fólk upp á gólvið at dansa.

Borgarstjórin nýtti eisini høvið til at geva øllum í Eydnudeildini eitt stórt herðaklapp fyri skipa fyri einum so stórum tiltaki, sum Eydnu Cup er.

Forkvinnan í Lykkeliga og fyrrverandi danski landssliðsleikarin, Rikke Nielsen, takkaði fyri eitt sera væleydnað Eydnu Cup og vónaði, at tey skjótt kunnu koma aftur til Føroyar.

Súsanna Eliassen forkvinna í Eydnudeildini, og Morten Hust Petersen, stigtakari og høvuðsvenjari hjá Eydnudeildini, hildu eisini røður og vóru samd um, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak.

Eisini Fía Petersen, sum er forkvinna í Javna, segði nøkur orð og segði frá søguni um Eydnudeildina.

Tað var eldsálin, Morten Hurt Petersen, sum fekk eitt hugskot um at gera eina hondbóltsdeild í Føroyum til børn, sum ikki kunnu verða partur av vanligu hondbóltsdeildunum.

Hetta bleiv til Eydnudeildina, sum nú fýra ár seinni, hevur megnað at skipað fyri fyrstu altjóða hondbóltskappingini uttan fyri Danmark. Hetta er stórt.


[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2022

67 Leygardagur 16. apríl 2022

BankNordik høvuðsstuðul hjá Eydnudeildini

BankNordik og Eydnudeildin hava undirskrivað nýggja samstarvsavtalu, sum skal vera við til framhaldandi at skapa menning og góðar upplivingar fyri børn og ung við serligum avbjóðingum og familjum teirra

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eydnudeildin er partur av donsku Lykkeliga, og hevur verið í Føroyum í fýra ár.

Í páskavikuni hevur verið skipað fyri EydnuCup, sum var hin fyrsta av sínum slag í Føroyum. Undirtøkan var góð, og umleið 400 fólk úr Føroyum og Danmark luttóku á hondbóltsstevnuni.

– Venjingarnar eru hæddarpunktið í vikuni hjá nógvum av børnunum, og tey ganga høgt uppí at møta upp hvørjaferð. Eydnudeildin snýr seg um at skapa smíl, látur og góðar upplivingar hjá børnunum gjøgnum hondbólt og felagsskap, og at geva foreldrunum eitt avbrot frá gerandisdegnum. Tí er tað ómetaliga gott við stuðlum sum BankNordik, sum stuðla undir hetta arbeiðið, sigur Morten Hust Petersen, samskipari hjá Eydnudeildini í tíðindasrkrivi.

Í BankNordik siga tey seg eisini vera sera fegin um at kunna stuðla einum so góðum átaki, ið ger eitt megnararbeiði fyri at geva børnum og ungum góðar upplivingar og ein gevandi felagsskap.

– Vit vóna, at vit sum høvuðsstuðul kunnu vera við til betra umstøðurnar hjá Eydnudeildini til framhaldandi at menna felagsskapin til gagns børn og familjur, sigur Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í BankNordik.

Í sambandi við at avtalan varð undirskrivað, skipaði BankNordik fyri stjørnuveitslu fyri leikarunum í Eydnudeildini. Veitslan byrjaði við, at leikararnir komu til bankan á Oknarvegi í limusinubussi við Jákupi á Borg sum bilførara. Reyða langmáttan var rullað út, og pyntað var við ballónum í alskyns litum. Eftir at avtalan var undirskrivað, varð hugnað við sodavatn og køku, og børn og foreldur vóru sera væl nøgd.

[object Object][object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2022

68 Leygardagur 16. apríl 2022

Minningarorð um Vilhelm Johannesen

Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin andaðist pálmasunnudag

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Minningarorð / Javnaðarflokkurin

Pálmasunnudag ávegis inn í Dymbildagavikuna legði ein trúgvur floksfelagi gjøgnum nógv Harrans ár, Vilhelm Johannesen, árarnar inn. Hansara fjørður var nú rógvin. Men hóast árini ikki vóru so heilt fá, og hóast heilsuni bilaði seinastu tíðina, so var tað ein hvøkkur, tá deyðsboðini bórust. Meira livandi eitt menniskja enn Vilhelm, skal ein leita leingi eftir. Tess størri kennist missurin.

Hann var ein fastgrógvin partur av Javnaðarflokkinum alt síðan landsfundin, sum var í Sørvági í 1956, har Vilhelm luttók sum 14 ára gamal. Nú landsfundurin aftur var í Sørvági í fjør, var heilsan hjá Vilhelmi farin at bila. Tá hevði hann á orðið, at hetta ivaleyst fór at verða seinasti landsfundurin, hann var við til, og so var. Men hann hevði tá verið til teir allarflestu hesi 65 árini.  

Vilhelm var føddur í Klaksvík í 1942 og var sostatt 79, nú hann ikki orkaði longur. Hann var sonur Estrid, sum var ættað úr Sørvági, og Bethuel Johannesen, skipara í Klaksvík. Hann vaks upp í hesum livandi býi, sum uddi av lívi og virksemi. Her vóru skip og vinnuvirkir, og nógv fólk fluttu til Klaksvíkar at vinna. Hetta hevur ivaleyst havt ávirkan á ta lívsáskoðan, hann seinni stóð fyri, eisini á politiska pallinum, har hann var verkamannavinur sum fáur.

Vilhelm fann sær arbeiði hjá postverkinum. Hann arbeiddi har í mong ár sum postboð og endaði í starvinum sum útbúgvingarleiðari. Er tað nakað starv, sum tá gjørdi, at ein kom í samband við nógv fólk, so var tað, tá ein starvaðist sum postboð. Hann gjørdist tí skjótt ein kend mynd í umhvørvinum í Klaksvík, og tí var tað eisini lætt fyri hann at taka næsta stigið inn á politiska pallin. Í 1975 varð hann valdur inn í býráðið í Klaksvík sum umboð fyri Javnaðarflokkin og sat har til 1984. Hann gjørdist formaður fyri Føroya Kommunufelag í 1977 til 1979.

Men boð vóru eisini eftir Vilhelmi til enn fleiri politiskar avbjóðingar. Hann varð valdur á løgting í 1980 og sat sum tingmaður heilt fram til 2008, tá hann ikki stillaði uppaftur. Í tveimum umførum umboðaði hann eisini Javnaðarflokkin í landsstýrinum, fyrru ferð frá 1979 til 1981 og seinnu ferð frá 1985 til 1989.

Hann var landsstýrismaður ta tíðina, tá føroyingar fóru undir at ala laks á firðunum í Føroyum. Hetta var ikki sørt avbjóðandi. Her varð brotið upp úr nýggjum. Hóast sera trupla byrjan, so hevur eftirtíðin tó víst, at hetta var rætt, tí í dag er laksurin størsta útflutningsvøra okkara.

Vilhelm var eisini hann, sum fremst av øllum legði lunnar undir Samhaldsfasta. Hetta var, meðan hann var landsstýrismaður í 1988. Men heldur ikki hetta frambrotið var lætt, tí politiska mótstøðan var stór fyrstu tíðina. Onkur stórur andstøðuflokkur ynskti Samhaldsfasta, hagar piparið grør. Hesin grunnur er í dag ein tryggur inntøkuskansi hjá øllum pensjonistum, og sum allir flokkar á tingi í dag taka fult og heilt undir við.

Grunnurin hevði upprunaliga navnið Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin. Navnið var so langt og knortlut at siga, at fleiri hildu, at bert Vilhelm megnaði tað, og fleiri søgdu bara Grunnurin hjá Vilhelm. Tá samgongan í januar 1991 varð skipað, setti Fólkaflokkurin ynski fram um, at orðið Samhaldsfasti skuldi strikast úr heitinum. So varð gjørt, men millum manna fekk grunnurin tó ongantíð annað navn enn Samhaldsfasti. Sanniliga ein politiskur varði av teimum frægu.

Vilhelm átti allar teir førleikar og eginleikar, sum gera, at ein verður ein kendur og áhugaverdur politikari. Hann hevði eitt ótrúligt minni og kundi neyvt greiða frá hendingum, sum flest øll høvdu gloymt alt um. Harumframt hevði hann eisini talugávur sum fáur. Hann var ein framúr røðari, og í kjakinum í tingsalinum varð hann ikki tikin. Hann var skjótur og kvikur í orðaskiftinum, og so átti hann tær góðu gávur, at hann altíð fekk mótstandaran til at smíla. Hann hevði jú humor, sum fáum er beskorið. og ongantíð bar hann agg ella mintist ilt aftur á nakað.

Men ikki var hann bert gávaður røðari, tí eisini við penninum var hann ein úrmælingur. Hetta kom eisini Sosialinum til góðar, tá Vilhelm sat sum blaðstjóri á blaðnum frá 1972 til 1979. Og ikki vóru tað so fáir leiðarar, hann fekk frá hondini hesa tíðina og eisini seinni. Skuldi okkurt orðast skjótt í flokkinum, so vóru boð eftir Vilhelmi. Hann var skjótur í allari sínari medferð, og hann lá ikki leingi á boðunum. Seinni skrivaði hann eisini bókina Postur í Føroyum, sum er eitt valaverk frá byrjan til enda.

Vilhelm giftist við Johild fødd Johannesen, og saman fingur tey fimm børn. Døturnar Signhild og Ragnu, og synirnar Líggjas, Bethuel og Aksel. Børnini eru sjónlig í virkna lívinum í Klaksvík bæði politiskt og vinnuligt. Signhild er býráðslimur, og Líggjas og Bethuel eiga og reka frystilínuskipið Klakk. Sonurin Aksel er formaður í Javnaðarflokkinum og hevur sitið sum løgmaður. Abbasonurin Beinir Johannesen er nú eisini tingmaður, tó hann ikki umboðar sama flokk sum abbin.

Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur, nú ein av okkara trúgvastu partamonnum er farin um sýn. Vilhelm tænti flokkinum væl og leingi, og vit senda tykkum hansara avvarðandi djúpastu samkenslukvøðu.

Javnaðarflokkurin lýsir frið yvir minnið um javnaðarmannin Vilhelm Johannesen.

Javnaðarflokkurin


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2022