Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 23. apríl 2022 | Nr. 17 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

- Nú skal sápufabrikkin rívast niður

SíÐa 7

1 Leygardagur 23. apríl 2022

Góðan lesihug og gott vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Hoppa eftir ferðslulógini

Tað var við nógvari ferð, at ungdómar í vikuni fóru upp á eyðkendu grønu elriknu rennihjólunum hjá Hopp.

Tey hava verið nógv umrødd síðani tey á fyrsta sinni í fjørsummar komu á gøturnar fyri síðani at vera tikin inn av løgregluni. Nú málið hevur verið í rættarskipanini, og íverksetin handan rennihjólini fekk viðhald, komu tey út aftur á Havnargøtur mikudagin.

Ikki gingu nógvir tímar, so var eitt tíðindaskriv frá politinum. “Elriknu rennihjólini eru ólóglig á almennum vegi”, var boðskapurin.

Bót var í væntu um politiið kom fram á borgarar, sum stóðu á einum slíkum rennihjóli. Síðani hevur eigarin kent seg noyddan til at taka tey inn aftur.

Tað er harmiligt, at ferðslulógin forðar fyri tí íverksetan og nýhugsan tað er við hesum rennihjólunum, men samstundis má staðfestast, at tað sum gekk fyri seg í Havn mikudagin ikki ber til.

Ferðin var nógv, og sum skilst koyrdu nøkur í skeivari vegbreyt. Koyrt verður eisini í stóran mun á gongubreytum, tí vit í Havn ikki hava nógvar kilometrar av súkkluteigi. Eyðsæð er, at slíkar støður skjótt kunnu elva til óhapp og í ringasta føri vanlukkur. Aldursmark er á appini, men tað er skjótt at útgeva seg fyri at vera 18 ár, um ikki meira enn eitt klikk skal til sum prógv.

Vónandi verður hetta frægari tá rennihjólini einaferð koma út aftur á gøturnar, men ferðslulógin er galdandi fyri øll í ferðsluni. Eisini fyri Hopp.

SkrivaÐ:

Sverri Egholm

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 4476

    Lisnar síður: 14068

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 23. apríl 2022

Elriknu rennihjólini eru ólóglig á almennum vegi

Løgreglan ávarar um at tey fara at skriva bøtur til tey, sum síggjast koyrandi á grønu rennihjólunum, sum vórðu sett út í býin mikudagin til ein og hvønn at brúka

(Mynd: Hopp Tórshavn)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Løgreglan er framvegis av teirri áskoðan, at tað er ólógligt at koyra á elriknum rennihjóli á øki, sum er fevnt av føroysku ferðslulógini.

Tað boðaði løgreglan frá á heimasíðuni politi.fo mikudagin.

Ferðslulógin er galdandi á vegum og parkeringsøkum, har vanlig ferðsla er, skrivar løgreglan, og vísir á, at sambært grein 11 1. stk er tað ólógligt at brúka eitt motorrikið akfar, tá tað ikki er skrásett. Eitt rennihjól er eitt motorrikið akfar (motorkøretøj), verður staðfest.

Tað var í fjør, at 50 grøn rennihjól vórðu at síggja á almennum plássum í Havn. Men tað gekk ikki long tíð, so hevði løgreglan lagt hald á øll rennihjólini. Síðan hevur málið verið viðgjørt í rættarskipanini, og herfyri staðfesti landsrætturin, at løgreglan ikki hevði heimild at leggja hald á rennihjólini.

Mikumorgunin sóust hesi rennihjólini hjá tænastuni Hopp aftur á Havnargøtum, og tey hava verið at uppliva, bæði úti á koyribreytini og á gongubreytunum í býnum. Treytin fyri at brúka hesi rennihjól er, at ein hevur sett pengar inn á eina serliga app at gjalda við.

Men løgreglan sendir nú út hesa ávaringina:

- Nýtsla av einum motorriknum rennihjóli uttan skráseting á øki, har ferðslulógin er galdandi, er brot á ferðslulógina, og tú fært bót, um løgreglan hittir teg á einum slíkum akfari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2022

3 Leygardagur 23. apríl 2022

Ferðslutrygd: El-rennihjólini eiga ikki at vera loyvd í almennu ferðsluni

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur sent Fíggjarmálaráðnum teirra tankar um nógv umrøddu el-rennihjólini. Tey mæla staðiliga frá, at tey vera loyvd í almennu ferðsluni í Føroyum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir staðiliga frá at smáu motordrivnu akførini, sum seinnu árini eru komin á marknaðin, verða loyvd í almennu ferðsluni í Føroyum. 

Tey hava nú sent Fíggjarmálaráðnum, sum varðar av samferðslumálum, teirra tankar um hesi akfør og um ta ávirkan tey hava á ferðslutrygdina.

Soleiðis skrivar RFF:

El-rennihjól, onnur smá motordrivin akfør og ferðslutrygd

Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir staðiliga frá at smáu motordrivnu akførini, sum seinnu árini eru komin á marknaðin, verða loyvd í almennu ferðsluni í Føroyum. Við smá motordrivin akfør tosa vit um millum annað el-rennihjól, elektriskar rennifjølir (skateboard), segboard, hoverboard og uniwheel. 

Smáu motordrivnu akførini kunnu í stóran mun flokkast sum ’leiku’ og eru ikki egnaði sum partur av ferðsluni. Undir øllum umstøðum ikki uttan ítøkiligar avmarkingar av nýtsluni av teimum, herundir serliga aldursmark, funktiónskrøv til stødd á motori, ferðmark, ljós, endurskin, trygdarútgerð og eisini hvar á vegakervinum tey eiga at halda seg.

Í okkara samskifti við ferðslutrygdarráðini í grannalondum okkara, hava vit í nøkur ár fylgt við í kjakinum, avbjóðingunum og ørkymlanini hjá myndugleikunum, sum snøgt sagt uppliva, at tað er ein sannur hurlivasi av smáu akførunum. Privat fólk á el-rennihjólum eru ein avbjóðing, men tað sum serliga elvir til høvuðbrýggj, eru tær mongu fyritøkurnar, sum bjóða akførini fram til leigu. 

Hendan skjótt vaksandi vinnan bjóðar ein fleksiblan møguleika at ferðast í einum býi. Fleksibiliteturin við akfarinum er samstundis tað, sum elvir til størstu avbjóðingina. Tí tú skal ikki vitja eina skrivstovu, fyri at finna akfarið. Tey standa og liggja alla staðni í býarmyndini og tær tørvar bert eina snildfon og eitt kreditt-kort fyri at virkja akfarið og byrja at koyra. Ongin hevur eftirlit við, at tann sum nýtir akfarið er nóg vaksin og førur fyri at føra akfarið. Ei heldur um viðkomandi hevur kunnleika til grundleggjandi ferðslureglur. Heldur ikki fylgir trygdarútgerð við akfarinum. Ein súkkluhjálmur hevði hóast alt verið ein sera góð byrjan sum trygd á einum túri á hesum akfari, umframt ein upplæring á tryggum øki, áðrenn farið verður út í ferðsluna. Rúskoyring á el-rennihjólum er harumframt ein sera stórur trupulleiki. Hetta hoyra vit frá øllum grannum okkara, har el-rennihjólini til leigu, hava verið í nøkur ár. Nógv flestu skaðarnir henda nevniliga í vikuskiftinum og í økjum og tíðarskeiðum, tá fólk fara í (ella heim úr) býnum.

Alla staðni kring okkum frætta vit tíðindir um, at sera nógvir persónsskaðar standast av el-rennihjólunum. Tey elva til stórar avbjóðingar fyri framkomuleika, tí tey standa og liggja nógva staðni í býnum og eru harvið til ampa fyri t.d. gangandi á gongubreyt. Tað eru serliga tey, sum koyra á akførunum, sum fáa skaða, tí tey detta ella verða árend í ferðsluni. Men eisini fólk til gongu fáa skaða, tí tey verða árend av el-rennihjólum. 

El-rennihjólini hava við sær munandi fleiri skaðar enn t.d. súkklur. Í Danmark, har smáu motordrivnu akførini hava verið loyvd í ferðsluni í eini royndartíð síðani 1. januar 2019, vísa fyrstu royndirnar hjá Færdselsstyrelsen, at óhapps-títtleikin á el-rennihjóli er sjey ferðir størri enn á súkklu. 

Í londum, har smáu motordrivnu akførini eru loyvd, hevur man á ymsan hátt roynt at avmarka og stýra nýtsluni, eftir at omanfyrinevndu avbjóðingar eru komnar til sjóndar. Millum annað aldursmark og krav um hjálm. Eisini roynir man seg við ’geofencing’, sum ger leigaðu el-rennihjólini óvirkin í ávísum tíðarskeiðum (t.d. at forða fyri rúskoyring), í ávísum økjum, ella til at avmarka ferðina. Umframt at man nógva staðni hevur sett strong krøv til hvar rennihjólini kunnu setast.

Royndirnar úr okkara grannalondum eiga við í Føroyum at taka til okkum, tí ongin orsøk er at gera feilir, sum onnur longu hava lært av. Tí er tilmæli hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í hesum málinum, at el-rennihjólini (og onnur smá motordrivin akfør) hoyra ikki heima á vegnum, har ferðslulógin er galdandi og eiga ikki at verða loyvd í almennu ferðsluni í Føroyum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2022

4 Leygardagur 23. apríl 2022

Druknað: Løgreglan fær nógvar ákoyringar í fyrsta parti

Fyrsti partur av TV2-røðini “Druknað”, sum snýr seg um málið í Hvannasundi tá Maria Fuglø Christiansen varð funnin deyð í 2012, varð vístur hóskvøldið. Serliga er tað løgreglan, sum fær ákoyringar fyri ikki at hava gjørt sítt arbeiði nóg væl

(Mynd: TV2)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er serliga løgreglan, sum fær ákoyringar í fyrsta partinum av TV2 dokumentarrøðini “Druknað”. Fyrsti partur varð vístur í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum hóskvøldið, og næstu fýra hóskvøldini verða hinir partarnir í røðini vístir.

“Druknað” setur sjóneykuna á illgrunasama málið í Hvannasundi, tá 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen í 2012 doyði.

Í fyrsta partinum, sum er ein hálvan tíma ella so til longdar, varð tosað við eina røð av fólki. Millum annað tvær vinkonur, tveir brøður Mariu umframt Veroniku Petersen, fyrrverandi borgarstjóra í Hvannasunds kommunu.

Veronika hevur verið lærari hjá Mariu, men eisini hjá Jógvan Nysted Gardar, sum varð ákærdur fyri at hava gjørt av við 16 ára gomlu gentuna. Hon hevur sjónliga trupult við at seta orð á hendingina í lítla samfelagnum.

Serliga brøðurnir Hans Fuglø Christiansen og Álvur Fuglø Christiansen umfamt systkinabarnið Angelina Fuglø seta spurnartekin við arbeiðið hjá løgregluni. Millum annað tað, at fartelefonin sum Maria hevði uppi á sær, tá hon var funnin, ikki varð blivin kannað fyri spor.

Løgreglan kom til niðurstøðuna, at Maria var druknað, og at talan var um sjálvmorð. 

Síðst í partinum síggja vit Christian Andreasen, advokat, sum familjan hjá Mariu hevur tikið samband við. Tey halda ikki, at hetta er farið rætt fram.

Kritikkurin av løgregluni tykiskt at halda fram í øðrum parti av røðini. Tá verður prátað við Bergleif Brimvík, fyrrverandi leiðara á kriminaldeildini hjá løgregluni, og TV2 spyr hann um bláa merkið í pannuni á Mariu, sum fleiri av teimum avvarandi høvdu lagt til merkis.

Station 2 hjá TV2 gjørdi kanningararbeiði til dokumentarrøðina í tvey ár.

Allir fimm partarnir í røðini síggjast nú um ein hevur hald á TV2 Play.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2022

5

Størv

Ergo - ella fysioterapeut til Sernám

Meira Umsóknarfreist: 01. mai 2024

Starvsfólk til reingerð

Meira Umsóknarfreist:

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2024

Maskinmeistari til teknisku deild á virkinum á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. mai 2024

Royndur bókhaldari søkist vegna kunda

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2024

Dugir tú at lesa sjókort?

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Hevur tú royndir við C#, .Net og/ella Angular? - Vit leita eftir forritara!

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2024

KT TRYGDARFÓLK TIL ATLANTIC AIRWAYS

Meira Umsóknarfreist:

Verkfrøðingur til Sev

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Løgfrøðiligur ráðgevi - Trygd

Meira Umsóknarfreist:

Í læru sum event-tøkningur

Meira Umsóknarfreist:

Skrivari til Vísindasiðseminevndina

Meira Umsóknarfreist:
6 Leygardagur 23. apríl 2022

Kringvarpið vísir dokumentarrøð hjá TV2 um málið í Hvannasundi

KvF vísti fyrsta part av dokumentarrøðini “Druknet” hóskvøldið

(Mynd: TV2)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Danska TV2 hevur sett sjóneykuna á illgrunasama málið í Hvannasundi, tá 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen í 2012 doyði. 

Kringvarpið hevur fingið rættindini at senda allar fimm partarnar av dokumentarrøðini komandi fýra hóskvøldini. Fyrsti partur varð sendur hóskvøldið klokkan 20.15. Partarnir verða endursendir sunnukvøld. Kringvarpið hevur ikki rættindi at leggja røðina á heimasíðuna. 

Dokumentarrøðin snýr seg um 16 ára gomlu Mariu, sum hvørvur eina náttina í 2012 í lítlu bygdini Hvannasundi í Føroyum. Hálvtannað døgn seinni verður líkið funnið í sjónum við byrgingina millum Norðdepil og Hvannasund. Løgreglan kemur til ta niðurstøðu, at talan er um sjálvmorð. Í kamarinum hjá Mariu finna tey dagbókina hjá henni, og har verður eitt forelskilsi avdúkað. Fyrrverandi unnusti hennara er týðiliga merktur av, at Maria er deyð, og spurningurin er, um hann ber eitt tungt loyndarmál um ta náttina, tá Maria hvarv.

Station 2 hjá TV2 gjørdi kanningararbeiði til dokumentarrøðina í tvey ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2022

7 Leygardagur 23. apríl 2022

- Nú skal sápufabrikkin rívast niður

Svend Krossstein byggir eina nýggja lagurhøll á økið í staðin

Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrikk bygdi bygningin í síni tíð. Sápufabrikkin Okkara flutti inn í 1940 (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fólk frá Articon eru nú farin undir fyrireikandi arbeiðið at ríva niður gamla gula betongbygningin við Eystara Ringveg í Havn, fyrr Hoydalsvegur ella Sanatoriuvegur.

Tað er fyritøkan Svend Krossstein, ið eigur bygningin, sum hevur staðið staðið meira ella minni óbrúktur nógv tey seinastu árini.

Bygningurin er í so mikið ringum standi, at hann nú verður rivin niður, og bygd verður ein nýggj lagurhøll á staðnum, upplýsir Niklas Samuelsen, fíggjarleiðari hjá Svend Krossstein.

Einaferð hevði fyritøkan ætlanir um at byggja íbúðir í bygninginum, og søkti kommununa um loyvi til tað. Men Tórshavnar kommuna var ikki sinnað at geva frávik til galdandi byggisamtykt, og tann ætlanin fór tí fyri bakka.

Nú er so avgerð tikin um at byggja eina nýggja lagurhøll upp í staðin. Byggingin verður framd innan fyri galdandi byggisamtykt og verandi byggiloyvi, upplýsir Niklas Samuelsen.

Talan verður um ein 8 til 10 metra høgan bygning í tveimum hæddum. Nýtslan av bygninginum verður stórt sæð tann sama, sum hevur verið galdandi tey seinastu árini – til goymslu av tilfari.

Niklas Samuelsen sigur, at tað í seinastuni hevur verið sera avmarkað hvat verandi bygningur hevur kunna verið brúktur til av tí at hann var so illa farin orsaka av lekum og øðrum.

[object Object]
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Í løtuni verður gjørt klárt til at ríva bygningin niður – tað vil siga, at tað mesta verður avmonterað innan úr bygninginum. Nær sjálv niðurrívingin fer fram er ógreitt. Tað má samskipast við fleiri partar, tí helst verður neyðugt at steingja ringvegin av, meðan sjálv niðurrívingin fer fram.

Tað var Thorshavns Mælkeforsyning og Margerinefabrik, sum upprunaliga bygdi bygningin at hýsa sápufabrikkini Okkara. Bygningurin varð tikin í nýtslu í 1940.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2022

8 Leygardagur 23. apríl 2022

Umfatandi herverk: Sóknast framvegis eftir vitnum

Løgreglan stendur framvegis at kalla á berum í málinum um tey nógvu herverkini, sum eru framd í millum Havnina og Hvalvík týsnáttina

(Mynd: Google Maps)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á strekkinum millum Havnina og Hvalvík vóru tað týsnáttina framd ein røð av herverkum. Løgreglan hevur gjørt kanningar, og bíðar nú eftir úrslitunum úr Danmark.

Herverk er eitt nú gjørt á bil, sum stóð á parkerinsplássinum við rundkoyringina í Kollafirði, og at skaði er gjørdur á fleiri busskýli millum Havnina og Hvalvík.

Serliga í Hvalvík er tað umfatandi skaði. Har hava gerningsmenninir brotið seg inn í ein vinnubygning og við trukki gjørt skaðar. Eisini royndu ótangarnir at rulla ein bil oman móti sjónum. Eina bilhurðin skoraði seg tó fastan í ein báti sum stóð á landi, og sum tí eisini fekk nakað av skaða.

Løgreglan hevur onkra ábending um hendingarnar, men hevur framvegis einki boð um hvør ella hvørji hava framt herverkini. Tí vil løgreglan fegin frætta frá fólki sum hava ella halda seg hava sæð okkurt týsnáttina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2022

9 Leygardagur 23. apríl 2022

Enskttalandi maður bjóðaði smádrongi upp í bilin

Løgreglan ynskir at frætta frá fólki, sum hava sæð okkurt í sambandi við hendingina í Hvalba mikudagin seinnapartin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løgreglan fekk mikudagin fráboðan um eina heldur øðrvísi hending í Hvalba. Ein átta ára gamal drongur var á veg til hús, tá ein maður í einum eldri bili bjóðaði honum upp í bilin.

Drongurin takkaði nei, men nú ynskir løgreglan at vita hvør hesin maðurin var. Hann var enskttalandi og koyrdi í einum lítlum reyðum bili. Okkurt sum minti um eitt flagg var á nummarplátuni, og tí kundi tað bent á at talan var um ein útlendskan bil.

- Vit vilja fegin vita hvat tað er fyri ein maður, og hvat hann ætlaði, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Maðurin var stuttkliptur ella skallutur og verður mettur at vera um 40-45 ár.

Um onkur veit eitthvørt ella hevur sæð okkurt skulu tey seta seg í samband við løgregluna. Løgreglan hevur telefon 114.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2022

10
Leygardagur 23. apríl 2022

Ango maskintrupulleikar - leiga Asbjørn úr Hirtshals

Uppsjóvarskipið Ango, sum kom í føroyska flotan í fjør, fekk seinasta túr trupulleikar við aksilsgeneratorinum, og tí má annað skip finnast at fiska kvotuna fyribils

Ango (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Ango var á svartkjaftaveiðu tá teir fingu trupulleikar við aksilsgeneratorinum seinasta túr. Teir sigldu á Havnina, har aksilsgeneratorurin skal umvælast, men hetta kemur væntandi at taka rúma tíð, og mátti annað skip til fyri at fiska kvotuna.

Reiðaríið hevur valt at leiga Asbjørn úr Hirtshals. Reiðaríið, ið eigur Asbjørn, átti eisini Ango áðrenn skipið tað kom í føroyska flotan í november í fjør.

Sum skilst eru fólk frá reiðarínum longu farin til Hirtshals eftir Asbjørn. Sambært sjófeingislógini skal skipið skrásetast í føroyska flotanum.

Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá John Mikkjal Godtfred, sum er ein av eigarunum, men tað hevur ikki eydnast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2022

11 Leygardagur 23. apríl 2022

Fólkaheilsuráðið: Drekk minst møguligt

Tað er í nýggja rúsdrekkatilmælinum frá Fólkaheilsuráðnum. Sambært einari kanning, drekka 10-15 prosent av føroyingum ov nógv

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ovurnýtsla av rúsdrekka er ein av teimum stóru vandunum fyri fólkaheilsuna, og í Føroyum drekka 10-15 prosent ov nógv sambært kanning hjá Fólkaheiluráðnum frá 2019.

Hjá teimum 18-24 ára gomlu drekka umleið 20 prosent ov nógv. Eisini vísa føroysku ESPAD-kanningarúrslitini, at triði hvør av teimum 15 ára gomlu meta, at alkohol er lætt at fáa fatur á, umframt at 20 prosent hava roynt alkohol, tá tey eru 13 ár ella yngri og 80 prosent, tá tey eru um 15 ára aldur. Eisini vísir kanningin, at góð 40 posent hava drukkið alkohol seinasta mánaðin, og góð 15 prosent hava verið full seinasta mánaðin.  

Sambært donsku heilsumynduleikunum er rúsdrekka beinleiðis ella viðvirkandi orsøk til umleið 3000 árlig deyðsføll, ella 6 prosent av øllum deyðføllum. Hetta verður mett at svara til 25-30 deyðsføll í Føroyum árliga. Eisini hongur ovurnýtsla av rúsdrekka tætt saman við fleiri krabbameinssjúkum, hjartasjúkum, evnisskiftissjúkum og sjúkum í nervaskipanini. Rúsdrekka er eisini ofta orsøk til, at fólk koma út fyri skaða, umframt at sosialu avleiðingarnar av ov nógvum rusdrekka er stórir.

Kanningar vísa eisini, at skaðarnir av rúsdrekka á børn og ung eru stórir, og at jú fyrr ung byrja at drekka, jú størri eru sannlíkindini fyri, at hesi sum vaksin fáa trupulleikar av rúsdrekka. Tí eiga hesir bólkar serstakliga at vera vardir ímóti rúsdrekka.

Fólkaheilsuráðið broytir nú gomlu tilmælini. Hetta verður gjørt í tráð við nýggja gransking, sum vísir at rúsdrekka sær út til at kunnu gera skaða í minni nøgdum, enn fyrr mett, umframt at kynsmunirnir ikki eru so stórir, tá talan er um hóvliga nýtslu av rúsdrekka. Eisini hevur samband verið við hini Norðanlondini, sum seinastu árini eisini hava hert tilmælini ímun til rúsdrekka

Nýggju tilmælini hjá Fólkaheilsuráðnum eru hesi:

Aðaltilmæli er:

Drekk minst møguligt, tí at eingin alkoholnýtsla er heilt vandaleys fyri heilsuna.

Undirtilmælini eru:

Børn og ung yngri enn 18 ár eiga ikki at drekka alkohol yvirhøvur.

Kvinnur, sum eru við barn, ella royna at gerast við barn eiga ikki at drekka alkohol yvirhøvur.

Kvinnur, sum geva bróst eiga at nýta alkohol varliga.

Um valt verður at drekka rúsdrekka, so verður mælt vaksnum (eldri enn 18 ár) til at drekka eftir 10-4 regluni. Tvs. at mælt verður bæði monnum og kvinnum til ikki at drekka meira enn 10 alkoholeindir um vikuna og ikki meira enn 4 eindir sama dag.

Kanningar vísa, at váðin fyri deyðiligari sjúku av rúsdrekkaávum er lágur fyri bæði kyn, um drukkið verður minni enn 10 eindir um vikuna. Um drukkið verður meira enn 10 eindir eru kvinnur í størri vanda enn menninir.

Ítøkulig tilmæli

• At rúsdrekkasølan verður framtíðartryggjað

• At alkohol verður skattað eftir alkoholinnihaldinum (vol%)

• At tollfría sølan av alkoholi við landamørkini verður steðga

• At eftirlitið við rúsdrekkalógini verður styrkt (t.d. at tey <18 ár ikki selja ella servera rúsdrekka í matstovuvinnuni)

• At fyribyrgjandi arbeiði í skúlunum verður styrkt og samskipað betur – herundir kunning til foreldur, um ikki at keypa alkohol til børn

• At arbeitt verður fyribyrgjandi í frítíðarfelagsskapum

• At sálarheilsan verður styrkt, serliga hjá ungum borgarum

• At arbeitt verður meira samskipandi fyri at fleiri borgarar gerast partar av sosialt sunnum felagsskapum

• At tryggjað verður, at allir borgarar (serstakliga børn og ung) fáa javnbjóðis møguleika at taka lut í sunnum sosialum felagsskapum innan ítrótt, tónleik, list, handverk, náttúru- og andalig lív.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2022

12 Leygardagur 23. apríl 2022

Í Hetlandi bíða tey í spenningi….

Eftir at heimsins størsta flutningsskip, Pioneer Spirit, páskadag kemur til Hetlands við parti av oljupalli úr Norðsjónum til upphøggingar. Hetta er so bert byrjanin til nógvar og stórar uppgávur í Hetlandi av hesum slag komandi 5-10 árini

Oddamenn í veitarafyritøkuni Peterson hava stórar vónir til framtíðar "Decommissioning", avriggingarvinnuna í Hetlandi og bíða her eftir, at heimsins størsta flutningskip skal koma itl Dales Voe nærhendis Lerwick við undirstøðinum á oljupalli í Norðsjónum (Mynd: Shetland News)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í Hetlandi bíða tey spent eftir, at nýggja vinnan “Decommissioning”, avrigging av oljupallum og útbúnaði veruliga skal fáa fótin fastan í oyggjunum. Tað eru skjótt fimti ár síðani, at fyrstu olju- og gaspallarnir fingu fótafesti í norðara parti av Norðsjónum, og nú goymslurnar eru við at tømast, skulu pallar og útbúnaður annars takast niður og flytast til lands til upphøgging. Harvið skemma teir ikki umhvørvið í framtíðini. At teir so verða endurnýttir til onnur endamál hevur somuleiðis alstóran týdning.

[object Object]

Júst í hesum døgum er undirstøðið (Jacket) á einum av risapallunum á Ninian Northern leiðini í norðara parti av Norðsjónum við at verða flutt til avriggingarstøðina Dales Voe uttanfyri Lerwick, har tað skal takast sundur komandi átta mánaðirnar. 

Hetta er aðru ferð, at ein stórur lutur frá einum oljupalli í Norðsjónum verður fluttur til Hetlands. Stjórin í fyritøkuni, Peterson Energy, Chris Coull, sigur sambært Shetland News, at hann sær fyri sær eina nýggja og bjarta tíð fyri Hetland, nú henda lutvíst nýggja vinnan tekur dik á seg. Hon fer bæði at skapa arbeiðspláss og inntøkur til oyggjasamfelagið. Felagið vónar, at hesar fyrstu uppgávurnar í 2020 og nú í 2022 kunnu vera grundarlag fyri menning av hesi vinnu í Hetlandi og er fyritøkan tilreiðar at átaka sær aðrar størri og minni uppgávur komandi nógvu árini.

Í løtuni eru undirveitarar og serfrøðingar av ymsum slag í ferð at fyrireika avriggingarhavnina í Dales Voe til at taka ímóti tí 83 metrar høga og 8500 tons stóra undirstøðinum. [object Object]Her síggjast bæði pallur og undirstøði. Pallurin varð fluttur til Hetlands í 2020. Nú er túrurin komin til sjálvt undirstøðið. 

Komið til Dales Voe fer undirstøðið at verða flutt av Pioneering Spirit yvir á ein risastóran prám, Iron Lady, sum síðani verður togaður til betongbryggjuna og víðari í land eftir skinnarum. Har fer so arbeiðið í gongd at taka stóra lutin sundur komandi átta mánaðirnar. 

Fyritøkan, sum hevur átikið sær uppgávuna, er eitt samstarv millum Veolia og Peterson og hevur higartil gjørt uppgávur fyri olju- og gassídnaðin men er nú farið at taka aðrar uppgávur á seg eisini eitt nú innan varandi orkukeldur. Djúphavnir í Hetlandi gera sítt til, at størri avriggingaruppgávur enda í Hetlandi.

Stjórin hjá Peterson fyri uppgávur í Hetlandi, Daniel Gear sigur, at geografiskt er Hetland júst á rætta stað til at taka sær av vanligum “Decomm” uppgávum eins og verkætlanum innan varandi orkukeldur. Aftrat hesum sær felagið eisini stórar møguleikar fyri at vera við í arbeiðinum at útbyggja stóru olju- og gasskeldurnar Cambo og Rosebank vestan fyri Hetland.  

[object Object]Tá pallurin Ninian Northern varð fluttur til lands í Hetlandi í 2020

“Tað eru fleiri sera áhugaverdar og spennandi uppgávur næstu fimm árini í hetlendskum øki, sum vit fara at vera partur av”, sigur Coull sambært Shetland News. Roknað verður við fleiri stórum  “Decomm” verkætlanum komandi tíggju árini, hvørs eigarar so sum oljufeløgini TAQA og Repsol fara bjóða fram uppgávur til veitarar av ymsum slag.

"Vit í Peterson ætla at bjóða uppá tær við tí fyri eygað at gera Hetland til ein miðdepil fyri hetta  slag av arbeiði,” sigur Coull. Hann er vísir í, at vit í framtíðini fara at síggja arbeiði við varandi orkukeldum, avrigging av olju- og gasspallum og útbúnaði lið um lið í hetlendska umhvørvinum. 

Her tekur hann fram risastóru verkætlanina “ScotWind”, sum snýr seg um at seta upp eitt stórt tal av havvindmylnulundum rundan um Skotland og her eisini Hetland. Hesar fara at krevja nógv pláss og somuleiðis arbeiðsorku. Saman við nýggjum útbyggingum av olju- og gasskeldum og sundurtøku av gomlum pallum fer hetta at skapa nogv virksemi og vera við til at skapa stóra menning í øllum økinum.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2022

13 Leygardagur 23. apríl 2022

Umstøðurnar hjá ferðafólki á Syðradali mugu betrast

Vesivognurin á havnarlagnum skuldi bara vera ein fyribilsloysn, minnir varaborgarstjórin í Klaksvík á

Havnarlagið á Syðradali (Vevmynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá Klaksvíkar kommuna í desember 2020 setti ein vesivogn upp á havnarlagnum á Syðradali, skuldi tað bert vera ein fyribils loysn, til ein verulig farstøð varð bygd.

Men síðan er onki hent.

Atli Justinussen, varaborgarstjóri, sum í løtuni virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu er als ikki nøgdur við umstøðurnar, sum verða møtt ferðafólkunum tá tey koma til Syðradal á Kalsoynni, eitt tað best umtókta ferðamálið í Føroyum, sum hann málber seg.

[object Object]
Atli Justinussen, virkandi borgarstjóri í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hann heitir nú á Landsverk um at fáa gongd á málið. Tað ger hann í tíðindaskrivi frá Klaksvíkar kommunu:

- Nú nærkast summarið og ferðafólkatalið út í Kalsoynna er longu økt sera nógv, men enn hómast ongin farstøð. Vesivognaloysnin á Syðradali er als ikki nøktandi og kann slett ikki góðtakast.

- Samskift hevur verið við Landsverk um havnarlagið í Syðradali seinastu fimm árini. Í 2020 gjørdi Landsverk eina tekning, sum bæði Klaksvíkar kommuna og Visit Faroe Island tóku undir við.

- Metingin var, at bygningurin kom at kosta kosta 1,8 milliónir krónur. Visit Faroe Island, sum ger eitt stórt arbeiði við at fáa ferðafólk til Føroyar, játtaði tá eisini 500.000 krónur til arbeiðið.

Atli S. Justinussen sigur, at Landsverk skuldi standa fyri byggingini og møguligum viðlíkahaldi, meðan kommunan skuldi átaka sær uppgávuna at reka farstøðina á Syðradalskai.

- Klaksvíkar býráð arbeiðir áhaldandi við at betra um umstøðurnar hjá ferðfólki, sum vitja Kalsoynna. Hetta er tó ein landsuppgáva at loysa, men sum vit avgjørt stuðla undir at fáa loyst væl, sigur Atli S. Justinussen, virkandi borgarstjóri.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2022

14 Leygardagur 23. apríl 2022

Nógv hava longu meldað seg til Teenstreet

Longu nú hava 70 føroyingar meldað seg til Teenstreet, sum í summar verður í Spania

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tilmeldingin til Teenstreet hevur verið opin í nakrar dagar, og longu nú hava fleiri enn 70 meldað seg til.

Teenstreet Føroyar fer í ár á leguna, sum verður í Spania. í El Collel, sum liggur beint norðanfyri Barcelona.

Eitt leiguflogfar flýgur, og á om.fo skriva tey, at fólk sum flúgva báðar vegir, verða raðfest.

Fleiri ferðast eisini sjálvi, men tað tekur TeenStreet Føroyar ikki ábyrgdina av. TeenStreet Føroyar skipar leiguflogfarið, við ferðaleiðara.

Nú mangla serliga leiðarar, bæði kvinnur og menn. 

- Vit seta prís uppá leiðarar, sum elska at arbeiða við ungum fólki og sum kanska hava royndir við ungdsómsarbeið. Hetta er ein vika, har vit øll vera uppbygd og fáa íblástur til verkið í samkomunum, skrivar om.fo.

Teenstreet er frá 7. til 13. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2022

15 Leygardagur 23. apríl 2022

Atlantsflog betraði um úrslitið við 95 milliónum krónum

Atlantic Airways hevði 9,6 milliónir krónur í halli eftir skatt í 2021 samanborið við 104,6 milliónir krónur í halli í 2020. Vónirnar fyri í ár eru góðar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir tvey avbjóðandi ár sær gongdin betri út, og vónirnar fyri 2022 eru góðar. Í 2021 hevði Atlantic Airways 10 milliónir krónur í halli eftir skatt samanborið við 105 milliónir krónur í halli árið fyri .

Á aðalfundinum í dag var ársroknskapurin hjá P/F Atlantic Airways lagdur fram, og vísir hann, at framgongdin samanborið við árið fyri er 35 prosent. Í 2021 flugu 201.000 ferðandi á rutunetinum hjá Atlantic Airways, ið eru 52.000 fleiri ferðafólk enn í 2020.

Atlantic Airways hevði 9,6 milliónir krónur í halli eftir skatt í 2021 samanborið við 104,6 milliónir krónur í halli í 2020. Samlaðu inntøkurnar øktust úr 290 milliónum krónum í 2020 upp í 410 milliónir krónur í 2021. Úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar (EBITDA) gjørdist 43 milliónir krónur í avlopi í 2021 samanborið við 63 milliónir krónur í halli í 2020.

Framleiðslan hjá flogførunum hækkaði 15 prosent – úr 4.336 flogtímum í 2020 upp í 4.984 flogtímar í 2021. Tyrluflúgvingin øktist 5 prosent – úr 725 tímum upp í 764 flogtímar í 2021. Í 2021 var tyrlan boðsend 50 ferðir til leiting, bjarging og innanlendis sjúkraflutning. Í miðal var tyrlan á flogi eftir 8,9 minuttum.

Trygg og álítandi loftbrúgv
Meðan farsóttin hevur herjað, hevur Atlantic Airways verið ein trygg og álítandi loftbrúgv millum Føroyar og umheimin.Vinnuferðandi, lesandi, sjúklingar, umframt onnur ferðandi hava havt gagn av farleiðunum, samstundis sum felagið hevur verið virkið í stríðnum móti farsóttini við framkomnari koronukunningarskipan, koronugjaldsskipan, flutningi av koppingarevni, áhaldandi samstarvi við heilsumyndugleikar, og hevur felagið veitt hópin av ferðafólki vegleiðing í sambandi við ferðing. Harafturat hevur Atlantic Airways í sambandi við koronufarsóttina sett í verk sertreytir fyri broyting og avlýsing av ferðaseðlum við nýggjari, talgildari skipan til tilgóðarseðlar.

Vænta fleiri ferðandi í 2022
Í summar fer Atlantic Airways at flúgva til níggju ymisk ferðamál beinleiðis úr Føroyum, umframt at flogið verður á hávetri til Gran Canaria.

- Vit síggja longu nú, at áhugin hjá føroyingum at ferðast aftur er vaksandi. Eisini er áhugin fyri Føroyum sum ferðamáli stórur, og roknað verður við fleiri útlendskum ferðafólkum. Tí leggur Atlantic Airways dent á framhaldandi at menna farleiðir til og úr Føroyum fyri at tryggja ein skynsaman rakstur av felagnum komandi árini. Tó kunnu óvissur eitt nú í sambandi við kríggið í Ukraina, hækkandi prísur á brennievni og koronufarsóttin ávirka gongdina. Vit vænta tó, at ávirkanin frá heimsfarsóttini av álvara fer at minka út á árið, og at ferðafólkatalið frá øðrum ársfjórðingi í 2022 og frameftir verður á hædd við 2019, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.

Nevndin heldur fram óbroytt eftir aðalfundin, og Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannessen sum næstformaður. Hini í nevndini eru Esther Dahl, Annika Larsen Black, Andrass Weihe og Jens Eystein í Løðu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2022

16 Leygardagur 23. apríl 2022

Vága Floghavn 5,6 milliónir í halli

Tað er ein framgongd upp á 12 milliónir krónur í mun til undanfarna ár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í 2021 fóru 239.086 ferðafólk um Vága Floghavn, og er talan um ein triðing meira enn í 2020. Árið 2020 ber tó illa til at nýta til samanberingar, tí hesi bæði seinastu árini hava verið ógvuliga nógv merkt av COVID-19-farsóttini. Um vit í staðin samanbera við 2019, sum var seinasta “vanliga” árið, so var talan um eina minking á 43,6%. Sum altíð má havast fyri eygað, at Vága Floghavn, eins og aðrar floghavnir, telur ferðandi báðar vegir. Eitt ferðafólk, sum kemur til Føroya at vitja, telur tí tvær ferðir.

[object Object]

Tølini omanfyri hava sjálvandi sera stóra ávirkan á úrslit felagsins, sum eyðsæð ikki er nøktandi. Um búskaparligu gongdina í árinum ber annars til at siga, at bruttoúrslitið vaks úr 24.307 t.kr. upp í 31.498 t.kr., starvsfólkakostnaðirnir lækkaðu úr 24.661 t.kr. niður í 21.790 t.kr. og avskrivingarnar lógu á sama stigi, sum undanfarna ár, nevniliga um 17 mió.kr. Við einum halli á 5,6 mió.kr. gjørdist 2021 sostatt eitt ár, sum ikki kann metast nøktandi.

Hóast úrslitið ikki er nøktandi hevur tað ikki við sær, at Vága Floghavn ikki støðugt hevur tørv á at arbeiða við neyðugum tillagingum, soleiðis at umstøðurnar á flogvøllinum, í farstøðini og tænastubygningunum nøkta tørvin hjá brúkarunum. Í løtuni eru serliga tríggjar verkætlanir í gongd í hesum sambandi. Ein útbygging av umstøðunum til viðførismóttøku verður fyrireikað, ein tangastøð til goymslu av brennievni til flogfør er í gerð, eins og fyrireikingar eru í gongd til gerð av einum standplássi afturat til flogfør. Hesi arbeiði eru átrokandi neyðug, tí umstøðurnar hesum viðvíkjandi eru ikki nøktandi sum er.

Væntanir fyri 2022
Við ársbyrjan hevði Vága Floghavn góðar vónir fyri 2022. Gongdin fyrstu tveir mánaðirnar av árinum var kortini rættiliga nógv merkt av Omikron-fyribrygdinum, men nú vit eru komin nakað út á várið sær munandi frægari út. Framvegis gongur væl búskaparliga í Føroyum, arbeiðsloysið er lágt, og fólkatalið táttar nú í 54.000. Útlitini viðvíkjandi føroysku flogvinnuni eru góð og Føroyar hava fingið nógva jaliga umrøðu sum ferðamál í altjóða miðlum seinastu árini. Vága Floghavn væntar tí eitt summar, sum fer at líkjast rættiliga nógv 2019, tá um flogferðslu ræður, og samstundis rokna vit við, at ferðslan eins og í fjør fer at halda sær longri út á árið. Samanumtikið vænta vit, at ferðafólkatalið fyri árið fer at koma upp á onkrastaðni millum 350.000 og 400.000.

Á aðalfundinum fríggjadagin varð øll nevndin afturvald, og hevur skipað seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Janusi Rein sum næstformanni. Aðalfundarvaldu nevndarumboðini eru Birita Sandberg Samuelsen, Janus Rein, Gunn Hanusardóttir Møller og Uni Danielsen. Umframt hesi eru trý starvsfólkavald umboð í nevndini, og eru teir Sámal Birgir Johansen, Tórstein á Steig og Evan Hilmarsson.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2022

17 Leygardagur 23. apríl 2022

Skjótt komin hálva leið á Gellingarkletti

Hóast óstøðugt veður við vindi og serliga mjørka hevur tarnað arbeiðinum, so gongur kortini væl at seta upp myllurnar. Tann triðja av seks vindmyllum er um at verða liðugt uppsett

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Skiftandi veðrið seinastu vikuna við bæði vindi og mjørka hevur eisini merkt arbeiðið at seta vindmyllurnar upp, tó at tað verður staðiliga hildið fram við arbeiðinum at seta upp tær seks nýggju Vestas vindmyllurnar á Gellingarkletti. Teir eru í ferð við at seta triðju vindmylluna upp nú, og í løtuni verður gjørt klárt at montera bløðini. 

Hóast veðrið í páskavikuni hevur verið gott, so hevur mjørki darvað arbeiðinum nakað.  

[object Object]

[object Object]

Tá ið vindmyllur verða reistar er neyðugt at hava sýni millum lendið og montagustaðið á vindmylluni. Tá ið frástøðan nærkast 100 metrum, er skjótt,at mjørkin byrjar at avmarka sýnið so mikið, at ikki er møguligt at installera vindmylnulutir, hóast vindurin annars er væl innan fyri markvirðið. 

Men roynt hevur verið at fylgja við veðrinum og brúka tær løturnar, tá ið mjørkin lættir so mikið, at sýnið er nøktandi til at halda á fram við installatiónini av vindmyllunum. 

[object Object]

Nógvi mjørkin hevur tarnað arbeiðinum nakað

[object Object]

Sum skilst er hetta er sjálvandi krevjandi, men Vindrøkt  hevur sera góð feløg, ið taka sær av uppsetingini og eru tey sera fleksibul til at arbeiða undir skiftandi umstøðum og arbeiðstíðum skilur orkan.fo. 

[object Object]

[object Object]

Meginparturin av allari útgerðini, torn, sellur, gearkassar ol. er flutt av Oyrareingjum og niðan á Gellingarklett. Bløðini koma niðan sohvørt sum vindmyllurnar verða settar upp. Avbjóðingar hava verið við veðrinum og tí hevur eisini verið neyðugt av og á at steðga á og bíða eftir betri líkindum.

[object Object]

Johan í Niðristovu, ein av oddamonnunum aftanfyri hesa risastóru verkætlanina:

- Okkara metan er, at henda tíðin er kanska líka fræg sum summarið og várið at seta upp vindmyllurnar. Er ikki vindur so er mjørki, og hesi tarna sjálvsagt arbeiðinum. Starvsfólkini skulu hava ein frídag um vikuna, og hann var Langafríggjadag,  og so fór arbeiðið í gongd aftur leygardagin og hildið er síðani fram. Vónin hevur verið at fáa ta triðju mylluna upp og lidna tíðliga hesa vikuna. So er komið hálva leið, og eftir tað verður farið at flyta til fjórða vindmylnuplássið, og tað tekur ein dag. Verður veðrið til vildar verður farið undir fjórðu mylluna týsdagin.

Johan í Niðristovu sigur víðari, at tey hava tilrættalagt so og so nógvar arbeiðsdagar og fingu teir ongan bíðidag, so hevði alt verið fingið upp 20. apríl. Men tað hava verið nakrir bakkdagar,  og tí væntar hann  ikki, at  alt stendur uppi fyrr enn í viku 17.

Gongst eftir hesi ætlan verður farið undir at royndarkoyra myllurnar í mai og síðani at kunna lata orku í juni.

Johan í Niðristovu sigur, at SEV arbeiðir við fullari ferð at fáa gjørt klárt til at kunna taka ímóti, og tá vil tað so vísa seg, hvussu nógv teir kunnu taka ímóti. Móti summarinum væntar hann, at  man kann taka ímóti tí allarmesta. At fáa vindmyllurnar upp hesa tíðina og so fáa tær tilkoyrdar inn á netið gjøgnum summarið er ein stórur fyrimunur.  

[object Object]

Johan í Niðristovu, sum nú í skjótt 20 ár hevur havt ein dreym um at menna vindorkuna í Føroyum, fegnast um, at tað nú er komið so mikið langt. Tað hevur verið ein langur vegur frá fyrstu verkætlanini í 2003 við teimum trimum myllunum á Mýrunum í Vestmanna og so hertil, men tá allar myllurnar koyra, má man siga, at ein dreymur er gingin út.

Hann vísir á, at teir hava eisini arbeitt við eini pumpuskipan nú  í nógv ár.  Hon er ótrúliga áhugaverd og vónar hann, at Vindrøkt  so ella so kann gerast partar í eini slíkari verkætlan – vælvitandi, at SEV hevur fingið at vita, at tað fer at fáa loyvi til eina pumpuskipan. Kortini vónar hann, at tað fer at bera til at fáa eitt samstarv á hesum øki eisini.  

Orkan.fo spurdi Johan í Niðristovu, hvønn týdning hann heldur komandi vindmylnulundin á  Gellingarkletti fer at hava  í royndunum at gera Føroyar grønari.

- Tað hevur heilt stóran týdning, um tú bara hugsar um, hvussu stórt potentialið er. Saman við øðrum vindmyllum kring landið kann Gellingarklettur koma at gera stóran mun til gagns fyri Føroyar. Og at vit kunnu troyta egið tilfeingi eisini  er mín størsti dreymur. At tað so kann blíva grønt omaná, ger tað bara uppaftur betur, ístaðin fyri at verða heftur at útlandinum.

Johan í Niðristovu dylur ikki fyri, at Vindrøkt eisini hevur aðrar ætlanir sum frálíður. Verða teir ikki uppi í pumpuskipanini, so gevast teir ikki fyri tað, eitt nú við eini ætlan at framleiða vetni. Tað heldur hann vera sera áhugavert. Men skal tað gerast veruleiki, so er tað eins og við vindmylnulundum í dag, nevniliga, at tað skal vera nóg stórt fyri at kunna svara seg.

Hann heldur eisini rætta leiðin at ganga er at seta upp stórar vindmyllur, tvs. at tær skulu vera bæði hægri og størri, soleiðis at tú harvið betri fær troytt lendið til vindorku.

- Vit hava ikki so nógv øki, sum hóska seg til vindmyllur,  so okkara hugburður hevur verið, at tú skal hava so stórar vindmyllur sum møguligt. Tess longur upp tú kemur, tess betri vindviðurskifti fær tú. Tú fær bæði meira og javnari vind.

[object Object]

Vit spurdu eisini stjóran í Røkt, hvat hann heldur um mongu royndirnar hjá eitt nú okkara grannum í bæði Bretlandi, Norra og Danmark at seta upp vindmyllur til havs. Er hetta nakað vit í Føroyum eisini eiga at leggja okkum eftir í framtíðini?

- Tað rokni eg við fer at koma av sær sjálvum. Vit hava ikki óavmarkað tilfeingi á landi, og tí rokni eg við, at havvindmyllurnar fara at koma eisini. Eisini tí okkara streymnýtsla fer at vaksa rættiliga nógv. Bara streymurin vit skulu brúka á landi krevur so nógv, at helst verður einki eftir til skipaferðsluna, sum eisini fer at koma.

Johan í Niðristovu sær eisini fyri sær, at tá vit fara at framleiða meira streym fra vindmyllum enn vit brúka sjálvi, tá kann tað eisini vera eitt hugskot at útflyta streym. Tað er nakað, sum ikki er so fjart heldur.

- Við teimum myllum, sum finnast í dag við eitt nú flótandi eindum, verður tað uttan iva ein møguleiki, sum  fer at koma. Men her má ein gera sær greitt, at tá man fer á sjógv við vindmyllum, so er tað væl dýrari orka enn á landi, men soleiðis sum orkuprísirnir eru í dag, verður tað eisini áhugavert kortini.

[object Object]

Her kann tað so eisini gerast aktuelt at taka upp samstarv við okkara grannar eitt nú í Hetlandi, har eg skilji tað eru stórar ætlanir við vindmylnulundum bæði á landi og á sjógvi. Á landi í Hetlandi eru teir m.a. í ferð við at seta upp eina risastóra vindmylnulund við umleið 110 vindmyllum av júst sama slag sum Vestas vindmyllurnar á Gellingarkletti.  Eitt samstarv kundi m.a. fevnt um, hvussu avbjóðingar verða loystar.  

[object Object]Í Hetlandi eru stórar ætlanir um at menna vindorkuna bæði á sjógvi og landi og brúka streymin til nógv ymisk endamál

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2022

18
Leygardagur 23. apríl 2022

- Liggur sum ein skammblettur

Tað er meira enn eitt ár síðani Hellutangi sleit á Víkum. Leivdirnar av vrakinum liggja nú spjaddar í náttúruvakra økinum. FNU harmast

Mynd: Jóna A. Ólavsdóttir, skírisdag 14. apríl 2022.
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var 5. apríl í fjør at fóðurflakin Hellutangi sleit í illveðri og rak á land á Víkum.

Royndir vórðu gjørdar at fáa hann av aftur, men hetta eydnaðist ikki. Fyrst í august varð avgerð tikin um, at gevast við royndunum fyri veturin.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) hevur aftur og aftur gjørt vart við, at alivirksemi ikki skuldi vera á økinum, og harmast eisini nú felagið hevur fingið myndir sendandi av Hellutanga.

Á myndunum sæst, at fóðurflakin er tægaður sundur av brimi, og at leivdirnar av vrakinum liggja spjaddar í hesum náttúruvakra øki. Vraklutirnir síggjast væl, tí har er rættiliga grunt. 

- Hetta er eingin vøkur sjón og avgjørt ein skammblettur á hesa annars órørdu náttúru, sigur FNU í lesarabrævi á lesarin.fo.

- FNU harmast um, at myndugleikar og privata vinnulívið – hóast greiðar ávaringar – fara so óvandaliga fram móti okkara felags náttúru. Serliga átaluvert er tað, tá talan er um eitt so sjáldsamt náttúruøkið, sum hetta vesturi á Víkum.

- Samfelagnum tørvar vinnulív og fyritakssemi, men FNU fer enn einaferð staðiliga at heita á myndugleikarnar og alifyritøkur um at vísa størri fyrilit fyri náttúruni, tá vinnuligar útbyggingar verða gjørdar. 

Myndirnar tók Jóna A. Ólavsdóttir skírisdag 14. apríl 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2022

19
Leygardagur 23. apríl 2022

Liðug at kanna hví Eysturbúgvin sakk

Umboðini frá donsku havarínevndini eru liðug við sítt arbeiði, og fóru av landinum mánadagin. Væntandi verður eitt úrslit greitt tá summarið nærkast

(Savnsmynd: Jan Erik Simonsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Longu sama dag sum Eysturbúgvin sakk á gulllaksafeltinum sunnanfyri Føroyar skírisdag, kom danska havarínevndin til landið at kanna hendingina.

Hetta arbeiðið er nú liðugt, og nevndin hevur avhoyrt skipararnar og manning á báðum skipum, Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum.

Tað var eftir ein samanstoyt við partrolaran, Vesturbúgvan, at skipið sakk eftir stuttari løtu.

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur við útvarpið, at mett verður at úrslitið er greitt tá vit nærkast summarfrítíðini.

Manningin, sjey mans, vóru bjargaðir umborð á Vesturbúgvan, sum kom á Havnina við hóskvøldið í síðstu viku. 

Tjaldrið hevur síðani leitað eftir vraklutum av skipinum. Teir vunu millum annað teir báðar bjargingarbátarnar, sum vóru umborð á Eysturbúgvanum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2022

20
Leygardagur 23. apríl 2022

Bjargingarbátarnir hjá Eysturbúgvanum funnir

Tjaldrið hevur leitað eftir møguligum vraklutum frá Eysturbúgvanum, og hevur funnið ymiskt. Eitt nú bjargingarbátarnar

(Myndir: Bjartur Tórhalsson​)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tjaldrið hevur leitað eftir møguligum vraklutum frá Eysturbúgvanum sum sakk hósmorgunin 14. apríl eftir ein stoyt við Vesturbúgvan.

Tá Eysturbúgvin sakk, var Tjaldrið statt á svartkjaftafeltinum við føroyska sjómarkið. Tjaldrið hevði umleið 5 tímar at sigla á uppgivnu knattstøðuna.

Tá Tjaldrið kom fram, var nakað av olju at síggja á sjónum, annars ongir vraklutir.

Av tí at nakrir tímar vóru gingnir, var neyðugt at skipa leitingina væl, við leitingarmynstri.

Umleið 23 tímar eftir óhappið, fann Tjaldrið báðar bjargingarbátarnar hjá Eysturbúgvanum.

Bjargingarbátarnir vóru tá riknir 25 fjórðingar í ein útnyrðing frá vanlukkustaðnum.

Umframt bjargingarbátarnar fann manningin á Tjaldrinum EPIRB (neyðsendari), flótidrakt og ymsar aðrar smærri vraklutir av Eysturbúgvanum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2022

21
Leygardagur 23. apríl 2022

Gøtunes landað størstu lastina til Havsbrún nakrantíð

Uppsjóvarskipið Gøtunes hevur landað 3530 tons av svartkjafti til Havsbrún

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Talan er um størstu nøgdina av fiski, sum nakrantíð er landað til virkið Havsbrún í Fuglafirði.

Gøtunes landaði fyrr í vikuni eina svartkjaftalast í Fuglafirði, sum var mett at viga 3400 tons, men tá ið avtornaði var lastin munandi størri enn væntað.

Talan var altso um 3530 tons - 130 tons meira enn hildið var upprunaliga, og hevur hendan lastin nú sett met í Fuglafirði.

Gamla metið átti íslendska uppsjóvarskipið Vilhelm Thorsteinsson, sum landaði 3409 tons av lodnu fyrr í ár í Fuglafirði.

Hetta er ikki fyrstu ferð at Gøtunes setir met, tá ið talan er um stórar nøgdir.

Í januar í 2020 landaði Gøtunes 3300 tons av svartkjafti í Killybegs í Írlandi, sum var størsta nøgdin, sum nakrantíð varð landað í Írlandi.

Túrin eftir setti skipið aftur met, hesaferð í Norra tá ið Gøtunes landaði 3400 tons av svartkjafti í Norra, og tók harvið metið hjá Slaaterøy. 

Gøtunes er eitt av heimasins størstu uppsjóvarskipum, og klarar at lasta umleið 3600 tons til ídna meðan tá ið teir skulu landa til matna er nøgdin munandi minni.

Tá ið Gøtunes tók hini bæði metini hevði skipið navnið Gitte Henning 1, av tí at støða var ikki tikin til um skipið skuldi verða verandi í føroyska flotanum. Tó hevði skipið heimstað í Gøtu.

Varðin hevði keypt Gøtunes, av tí at Tróndur í Gøtu skuldi hava nýggj gir, og tí var navnið á skipinum ikki broytt, av tí at tað stóð í sáttmálanum at skipið kundi handlast aftur um tørvur var á tí.

Varðin seldi seinni sama ár Jupiter til Kollafjørð, og tí varð støða tikin til at hava Gitte Henning 1 verandi í flotanum, sum so fekk navnið Gøtunes.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2022

22 Leygardagur 23. apríl 2022

920 milliónir í lønum í mars - eingin vøkstur

Lønarvøksturin, sum hevur verið hesi seinastu árini, er uppsteðgaður

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Seinasta árið hevur ferðin í lønargjaldingunum verið avtakandi. Nú er vøksturin steðgaður upp, skrivar Hagstovan.

Lønargjaldingarnar fóru at vaksa aftur á heysti í 2020, men seinasta árið hevur vøksturin ikki havt somu ferð, og nú sæst eingin vøkstur í lønargjaldingunum. Tað vísir trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum mánað fyri mánað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Í mars vórðu um 920 milliónir útgoldnar í lønum. Tað er eins nógv, sum sama mánað í fjør, skrivar hagstovan.fo. 

Seinasta árið hevur vøksturin í lønargjaldingunum hjá monnum verið avtakandi, og nú sæst ikki longur ein vøkstur. Hinvegin hevur verið varisliga tiltakandi hjá kvinnum sama tíðarskeiðið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Í mars áttu menninir um 560 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 61 prosent av útgoldnu lønunum. Tað eru 26 milliónir færri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 355 milliónir, sum eru 16 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

Lønargjaldingarnar í 'almennari o.a. tænastu' eru vaksnar við umleið somu ferð seinastu tvey árini. Í 'privatu tænastuvinnunum' vaksa lønirnar framvegis, men seinasta hálva árið hevur vøksturin verið avtakandi.

Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' eru lønargjaldingar minkaðar síðani 2020, men nú vísir trendurin, at lønargjaldingarnar ikki minka longur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2022

23 Leygardagur 23. apríl 2022

Tekjan á bygninginum hjá Norðoya Sparikassa verður skift

Arbeiðið at skifta tekjuna byrjaði fyrst í mánaðinum

Soleiðis sá út fyri páskir tá bygningurin hjá Norðoya Sparikassa varð pakkaður inn
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrst í apríl mánað fór arbeiðið at skifta tekjuna á bygninginum hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík í gongd.

Verandi tekja er frá miðskeiðis í 1970’unum og hevur tænt fyri seg. Samstundis sum tekjan verður skift, verður yvirtromin betur bjálvað, og fer hetta at hava við sær minni orkunýtslu og útlát. Eisini fara kvistar, takskegg, vindskeiðir og annað at síggja øðrvísi út, skivar Norðoya Sparikassi á heimasíðuni.

Í tilfarsvali til nýggja tekju er dentur lagdur á burðardygd. Nýggja tekjan verður úr skifer, sum er eitt umhvørvisvinarligt natúrprodukt við sera góðum haldføri.

Byrjað verður at skifta tekjuna á niðara bygninginum og síðani verður hon skift á ovara bygninginum. Arbeiðið væntast at vera liðugt í september í ár.

Arbeiðstakari er Kanjon, og FUGLARK hevur projekterað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2022

24 Leygardagur 23. apríl 2022

Franskt valstríð: Kjarnorka í miðdeplinum

Frakland er millum londini, sum leggja størstu áherðslu á kjarnorku, og hetta merkir eisini valstríðið

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Frakland man vera tað landið, sum hevur varðveitt áhugan fyri kjarnorku meira enn nakað annað. Í dag telur kjarnorkan 75 prosent av allari orku í Fraklandi og bæði valevnini til komandi forsetaval raðfesta kjarnorkuna høgt.

Verandi forsetin Macron vil byggja 14 nýggj kjarnorkuverk komandi árini, meðan kappingarneytin Le Pen vil byggja 20 nýggj kjarnorkuverk verður hon vald.

Kjarkið snýr seg eisini um vindorku. Her ynskir Macron at halda fram við at byggja út vindorkuna, meðan Le Pen ikki bert er ímóti men vil eisini leggja niður allar verandi vindmyllur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2022

25 Leygardagur 23. apríl 2022

Danir skulu til at skifta olju- og gassfýr út við fjarhita

Stjórnin ætlar at fýrfalda nøgdina av orku frá sól- og vindorkuútbyggingum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Høgu olju- og gassprísirnir og russiska innrásin í Ukraina skulu broyta gerandisdagin hjá donskum húsarhaldum, um danska stjórnin fær undirtøku fyri nýggjasta orkupolitikkinum. Hesin hevur til endamál at gera Danmark óheft at russiskari orku og menna grønu orkuna. Heilt ítøkiliga leggur stjórnin nú upp til at fýrfalda nøgdina av streymi frá sól og vindi. Sambært stjórnini skal Danmark tvífalda streym frá vindi og tíggjufalda streym frá sólini í 2030.

Stjórnin arbeiðir við at fáa tey 400.000 húsarhaldini í Danmark, sum í dag brúka nátúrgass, til at skifta til fjarhita og hitapumpur. Miðjað verður ímóti, at helvtin av hesum skulu skifta innan 2028. Fyri at gera hetta til veruleika fer stjórnin at stuðla serliga húsarhaldum við avmarkaðum inntøkum. Ætlanin er longu til nýggjárs at hava eina ætlan fyri, hvørji og hvussu mong húsarhald kunnu skifta frá gassi til fjarhita ella hitapumpur. 

Men stjórnin fer eisini at skunda undir donsku framleiðsluna av gassi í Norðsjónum fyri at kunna sleppa heilt av við innflutta gassið úr Russlandi. Vinstriflokkurin skjýtur hartil upp, at loyvt skal verða at bora eftir gassi aftur. Annars liggja fleiri stórar gassgoymslur, sum kunnu útbyggjast.

Í løtuni er franska orkufelagið Total í ferð við at skunda undir gassframleiðslu á Tyra feltinum í Norðsjónum. Ein orsøk til at taka meira gass upp úr Norðsjónum er at kunna útflyta gass til onnur lond í ES, sum í dag eru sera heft at russiskum gassi. So her kann danskt Norðsjóvargass veruliga koma til sín rætt siga fleiri flokkar. 

Veðurlags- og orkuráðharrin Dan Jørgensen sigur við DR, at Danmark má skunda sær við tiltøkum á grønu leiðini, skal landið megna at liva upp til avgerðina um at lækka CO2 útlátið við 70% í 2030. Hann sigur seg vera greiðan yvir, at tað fer uttan iva at vera stór mótstøða kring landið at seta upp fleiri sólorkuverk eins og vindmyllur.  

Hann fer nú at taka málið upp við kommunurnar fyri at fáa tær at koma við loysnum, sum eisini kunnu fevna um sólorku og vindorku á landi. Hann leggur aftrat, at grøna skiftið kann avgjørt eisini vera ein góð forrætning fyri Danmark eitt nú við at útflyta grønar orkuloysnir og orku til Týskaland, sum í dag er so bundið at orku úr Russlandi. 

Stuðulsflokkarnir hjá stjórnini eru fegnir um nýggja útspælið frá stjórnini men Einheitslistin er ímóti at økja um gassframleiðsluna í Norðsjónum, tí hon byggir á fossil brennievni. Bæði SF og Vinstra, sum taka undir við uppskotinum hjá stjórnini og  vilja eisini leggja størri dent á at framleiða biogass.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2022

26 Leygardagur 23. apríl 2022

Elframleiðslan setti met í fjør

Talan var um 424 GWt, og inntøkurnar av elsølu øktust við 4,4 prosentum. Tó tyngja oljunýtsla og harvið oljuútreiðslurnar roknskapin hjá SEV, og tað ávirkar samlaða úrslitið, ið er lægri enn væntað

Grøn orka hevur verið nógv á breddanum, og elframleiðslan øktist 2,6 prosent í mun til árið fyri, men elframleiðslan við vindi og vatni var tó, vegna góðveður á sumri og frostbinding á vetri, undir miðal. Saman við seinkaðum nýggjum grønum framleiðslumátti og øktari elnýtslu hevur hetta elvt til stóru oljunýtsluna.
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

SEV hevði fríggjadagin ársaðalfund, har ársfrágreiðing og ársroknskapur hjá felagnum eru góðkend.

Tað kom millum annað fram, at samlaða úrslitið hjá SEV í 2021 var góðar 44 mió krónur eftir skatt - og tíggju milliónir fleiri fyri skatt -  sum er nakað lægri enn væntað varð við ársbyrjan. 

Hetta er, hóast eftirspurningurin eftir elorku øktist í 2021, eins og undanfarin ár, og elframleiðslan setti met við 424 GWt. Inntøkurnar av elsølu øktust við 4,4 prosentum, og nettosølan var 580 mió. kr, boðar SEV frá, og tað eru serliga alivinnan og framleiðsla av fiskavørum, sum standa fyri økta eftirspurninginum eftir elorku.

Men oljuútreiðslurnar tyngja nógv:

- Meðan inntøkurnar vóru hægri enn væntað, tyngja oljuútreiðslurnar roknskapin hjá SEV. Oljan er framhaldandi ein stór útreiðsla og oljuútreiðslurnar vóru tilsamans knappar 184 mió. kr. Hetta er í søgu felagsins mesta oljunýtslan í einum ári, bæði í nøgd og í kostnaði.

Grøn orka hevur verið nógv á breddanum, og elframleiðslan øktist 2,6 prosent í mun til árið fyri, men elframleiðslan við vindi og vatni var tó, vegna góðveður á sumri og frostbinding á vetri, undir miðal. Saman við seinkaðum nýggjum grønum framleiðslumátti og øktari elnýtslu hevur hetta elvt til stóru oljunýtsluna.

- Roknskaparúrslitið er lakari enn vit høvdu roknað við, og í undirkantinum av einum nøktandi úrsliti. Við fyrivarni fyri, at órógv á oljumarknaðinum fer at ávirka oljuprísin, vænta vit eitt betri úrslit fyri 2022, og fara við góðum treysti undir tær avbjóðingar og verkætlanir, sum standa fyri framman. M.a. Mýruverkið II – pumpuskipanina í Vestmanna – sum er avgerandi fyri grønu kósina.

Hetta sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV, um úrslitið við heimasíðu felagsins.

Á netsíðuni hevur virksemið verið størri enn nakrantíð. Gott og væl 200 milliónir. krónur vórðu í 2021 brúktar til íløgur og rakstrarkostnaðir til netið, sum verður støðugt útbygt, dagført og styrkt. Elnetið verður millum annað útbygt í sambandi við stóru útbyggingarnar hjá alivinnuni.

Harafturat eru kaðalleggingar gjørdar í sambandi við tunlar og aðrar verkætlanir, sum eitt nú verkætlanina við battarí og synkronkompensatori í Porkeri.

Samstundis verða loftlinjur lagdar í kaðal fyri at styrkja um veitingartrygdina og minka um feilir á netinum, har tað framvegis eru nakrir. Í 2021 vóru 10 smærri og størri streymslit, men einki sonevnt black out.

Ársrokniskapurin sæst her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2022

27 Leygardagur 23. apríl 2022

- Hava skyldu til at kanna føroysku undirgrundina

- Vit hava skyldu til at kanna og kortleggja, hvussu jarðfrøðin háttar seg í okkara egnu undirgrund og um sannlíkindi eru fyri at finna kolvetni, segði landsstýrismaðurin í orku- og umhvørvismálum, Magnus Rasmussen m.a. í løgtinginum mikudagin

Landsstýrismaðurin í orku- og umhvørvismálum, Magnus Rasmussen heldur tað er avgerandi neyðugt, at Jarðfeingi sleppur at halda fram við arbeiðinum at kortleggja og kanna føroysku undirgrundina fyri m.a. at kunna meta um sannlíkindini fyri at finna kolvetni.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í vikuni varð orðaskifti á tingi um m.a. føroysku oljuframtíðina og grøna orkuskiftið. Tað var tingmaðurin úr Framsókn, Bjarni Kárason Petersen, sum vildi vita, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin í orku- og umhvørvismálum, Magnus Rasmussen hevur í sambandi við møguligar nýggjar útbjóðingar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni. Eisini spurdi hann, um til ber at sameina grøna orkuskiftið við kolvetnisvirksemi.

Niðurstøðan hjá landsstýrismanninum var, at tað hevur ongan skund at skipa fyri nýggjari útbjóðing, nú skipanin við Open Door er í gildi. Avgerandi fyri alla framtíðar tilgongdina helt hann er at lata Jarðfeingi sleppa at gera sítt arbeiði við at kanna og kortleggja og fáa nýggja vitan um undirgrundina til vega. Heldur ikki sá hann neyðturviliga tað vera nakra andsøgn millum at fremja grøna orkuskiftið og framtíðar kolvetnisvirksemi um okkara leiðir, um farið verður skilagott fram. 

Men hann gjørdi greitt, at koma oljufeløg henda vegin at leita eftir kolvetnum, so skulu tey liva upp til tey strangastu umhvørviskrøvini, sum framkomin lond seta.

Eisini helt hann, at inntøkur frá eini komandi oljuvinnu kunnu vera við til at menna infrastrukturin í Føroyum, sum so aftur kann vera við til at minka um CO2 útlátið. Inntøkur frá kolvetnisframleiðslu kunnu so eisini vera við til at fíggja stóru íløgurnar í grønar orkukeldur.

Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at verður olja og gass funnið og útvunnið í Føroyum, tá hava vit longu so nógvar føroyingar í hesi vinnu úti í heimi, at hesir kunnu koma heim at reka vinnuna.

[object Object]Bjarni Kárason Petersen vísti á tørvin at fáa eitt orðaskifti um kolvetni og grøna orkuskiftið.

Eftir at spurningarnir vórðu svaraðir var stutt orðaskifti, har seks tingfólk úr fimm flokkum tóku orðið. Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn segði seg, at hann við at seta landsstýrismanninum spurningar, fegin vildi hava eitt orðaskifti um málið.  

[object Object]Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum og Steffan Klein Poulsen hildu tað vera rætt at leita eftir og framleiða kolvetni í Føroyum

[object Object]

Erhard Joensen og Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum eins og  Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum søgdu seg taka undir við verandi kós á oljuøkinum, nevniliga at Føroyar skulu bjóða útlendskum orkufeløgum møguleikan fyri at fáa leitiloyvi á landgrunninum.

[object Object]

Hervør Pálsdóttir (TJ) og Ingilín Didriksen Strøm (JFL) halda tað ganga ímóti bæði Parísavtalu og niðurstøðum hjá vísindafólki at fara undir leiting og framleiðslu í Føroyum.

[object Object]

Harafturímóti vóru tær báðar tingkvinnurnar, Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi og Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum greitt ímóti oljuleiting og framleiðslu í Føroyum. Tær søgdu, at hetta er í stríð við Parísavtaluna og gongur beint ímóti øllum tilmælum frá vísindafólki. Tær mæltu avgjørt frá at taka nøkur stig til hvørki oljuleiting ella framleiðslu. Tær gjørdu annars greitt, at teirra sjónarmið vóru teirra egnu og tí ikki neyðturviliga umboðaðu teirra flokkar sum so.  

Tá landsstýrismaðurin endaði orðaskiftið helt hann fyri, at tað lýsti væl ymisk sjónarmið í málinum. 

Spurningar og svar

Niðanfyri eru spurningarnir frá Bjarna Kárason Petersen, tingmanni og svarini frá Magnus Rasmussen, landsstýrismanni:

Tingmaðurin spyr:

- Er grundarlag fyri at fyriskipa eitt sætta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni í føroysku undirgrundini? 

Landsstýrismaðurin svarar:

- Útbjóðingarumfør verða brúkt til bæði at kanna áhugan fyri einum øki og at útluta loyvir at leita og framleiða kolvetni til feløg, sum kappast um at fáa tey bestu økini.Landsstýrismaðurin hevur sambært kolvetnislógini eisini møguleika at útluta loyvi uttan at fyriskipa eitt útbjóðingarumfar. Hendan skipan verður nevnd ‘Open Door’.

Jarðfeingi samskiftir javnan við tey flestu oljufeløgini, sum eru virkin í tí partinum av bretska økinum, sum liggur upp ímóti føroyska markinum. Fleiri av hesum feløgunum brúka í løtuni orku at kanna føroyska økið við at brúka jarðfrøðiligar dátur, sum Jarðfeingi hevur útflýggjað teimum. Kortini er einki, sum í løtuni bendir á, at eitt sætta útbjóðingarumfar hevði verið ein fyrimunur fram um verandi ‘Open Door’-skipan.

Høvuðsorsøkin til hetta er, at váðin við at leita eftir kolvetni í tí jarðfrøðini, sum eyðkennir føroyska økið, er størri enn váðin í vælkendu jarðfrøðini bretsku megin markið. Hóast hendingarnar í Ukraina og stóri vøksturin í oljuprísunum óivað eru við til at økja um áhugan fyri føroyska økinum, er hetta neyvan nóg mikið í sær sjálvum at fáa oljufeløgini inn á føroyskt øki. Váðin við at leita eftir kolvetni í føroysku undirgrundini má minka, og tað er júst hesum, Jarðfeingi hevur arbeitt við seinastu árini.

Jarðfeingi er íløtuni í gongd við eina trý ára verkætlan, sum hevur til endamáls at greina og endurtulka allar viðkomandi dátur av nýggjum. Úrslitini verða tvinnaði saman, soleiðis at ein meira fjøltáttað mynd av undirgrundini fæst til vega. Í hesum arbeiðinum eru longu ábendingar um, at møguligt er at sameina ymsar myndlar fyri, hvussu jarðfrøðin sær út í økinum. Um endaliga úrslitið váttar hetta, kann tað greiða fleiri ivamál viðvíkjandi føroysku undirgrundini, og tað vil so aftur minka munandi um váðan í sambandi við kolvetnisleiting.

Vitanin verður miðlað til oljufeløg umvegis faklig seminar, har jarðfrøðingar á Jarðfeingi umrøða jarðfrøðilig viðurskifti við serfrøðingar hjá oljufeløgum. Hetta fundarvirksemið hevur verið nógv darvað av COVID-19 farsóttini, men er um at koma í gongd aftur nú. Áðrenn hetta marknaðarføringsvirksemið gevur úrslit, metir Jarðfeingi ikki, at grundarlag er fyri at skipa fyri einum sætta útbjóðingarumfari.

Tingmaðurin spyr:

- Arbeiðir landsstýrismaðurin við at fyrireika eitt framtíðar útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni í føroysku undirgrundini? 

Landsstýrismaðurin svarar:

- Sum greitt frá í svarinum til fyrsta spurning, so verður tað ikki mett at vera nakar fyrimunur at skipa fyri einum útbjóðingarumfari beint nú, men tað útihýsir ikki møguleikanum fyri at bjóða føroyska økið út aftur í einum útbjóðingarumfari um nøkur ár.Um vit ímynda okkum ta støðu, at kolvetni er funnið í føroyskum øki, og at framleiðsla er í umbúna, tá verður tað munandi lættari enn nú at síggja fyri sær, at oljufeløg fara at kappast um leitiloyvi í einum útbjóðingarumfari.

Tingmaðurin spyr:

-Hvørjar inntøkur til land og kommunur kunnu væntast av einari møguligari oljuvinnu í Føroyum? 

Landsstýrismaðurin svarar:

-Inntøkurnar til land og kommunur av kolvetnisframleiðslu í føroyskum øki koma frá skatting av oljufeløgum (partafelags-og kolvetnisskatti), ofta nevnt kolvetnisskattainntøkur, og frá inntøkuskatti frá bæði útlendsku og føroysku starvsfólkunum í oljuvinnuni. Hartil koma inntøkur frá víddargjaldi og frá kravinum um, at tilfar og fólk skal um føroyskan kaikant.

Hvørjar kolvetnisskattainntøkurnar til land og kommunur verða av kolvetnisframleiðslu í føroyskum øki, veldst fyrst og fremst um, hvussu nógv kolvetni verður funnið, og harnæst av kostnaðinum at leita eftir kolvetni, at útbyggja ein kolvetnisfund og at framleiða kolvetni í økinum. Søluprísurin fyri kolvetni (gass og olja) ávirkar sjálvsagt eisini inntøkurnar.

Fyri at geva okkum eina hóming av, hvat inntøkustøðið er, tá tosað verður um kolvetnisskattainntøkur, kunnu vit brúka oljukelduna Schiehallion sum dømi. Oljukeldan, ið liggur umleið 20 kilometrar frá føroyska markinum í Hetlandsrennuni, væntast at geva umleið 800 mió. tunnur av olju íalt. Tað verður mett sum ein miðalstór oljukelda. Íløgan í útbyggingina verður í hesum føri mett til 20 mia. kr. tilsamans, og framleiðslan úr oljukelduni verður sett til 130.000 tunnur um dagin. Um Schiehallion lá í føroyskum øki, kundu árligu kolvetnisinntøkurnar til land og kommunur komið heilt upp á 4 mia. kr. árliga í eitt tíðarskeið upp í 10 ár. Síðani høvdu inntøkurnar minkað sohvørt, sum framleiðslan úr oljukelduni minkar, og eftir 25-30 árum høvdu inntøkurnar verið burtur.

Fortreytirnar fyri útrokningini eru, umframt tær áðurnevndu, at leiti-og framleiðslukostnaðir í føroyskum øki eru umleið teir somu sum í Hetlandsrennuni, og at inntøkurnar verða skattaðar eftir núverandi kolvetnisskattaskipan í Føroyum, ið skattar kolvetnisframleiðslu harðari enn bretsk lóggáva. Ein størri oljukelda enn Schiehallion hevði sjálvsagt givið hægri inntøkur og øvugt.

Umframt kolvetnisskattainntøkur høvdu land og kommunur fingið inntøkuskatt frá útlendsku starvsfólkunum hjá oljufeløgunum og frá starvsfólkunum hjá føroysku veitingarvinnuni til oljuvinnuna. Kolvetnisframleiðsla í føroyskum øki hevði óivað havt nógv nýggj arbeiðspláss í serliga veitingarvinnuni við sær, men hvussu nógv er tó trupult at meta um.

Tingmaðurin spyr:

-Kann landsstýrismaðurin sameina leiting og framleiðslu av kolvetni í Føroyum við politisku ætlanirnar um eina grøna umlegging av orkuframleiðsluni og málið um at minka samlaða føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum? 

Landsstýrismaðurin svarar:

-Sum spyrjarin vísir á, mugu føroyskir myndugleikar stýra í millum skerini fyri at sameina málið at umleggja til eina grøna orkuframleiðslu samstundis sum føroyski landgrunnurin verður boðin út til leiting og framleiðslu av kolvetnum. Hóast ferð er komin á grøna orkuskiftið, er tað ein sannroynd, at eftirspurningurin eftir kolvetnum ikki fer at minka í bræði. Heimsbúskapurin klárar seg ikki uttan olju og gass, sum eru álítandi orkukeldur, í næstu framtíð.

Olja og gass á okkara leiðum eru framleidd undir teimum mest ábyrgdarfullu treytunum og umhvørviskrøvunum í heiminum. Um vit vilja tað ella ikki, so vísa forsagnir, at heimsbúskapurin komandi fleiri árini fer at brúka olju og gass í stórum mongdum.

Nýggjar oljuleiðir eru nógv effektivari enn gamlar og brúka tískil minni orku fyri hvørja framleidda tunnu. Um føroyska oljan kann framleiðast við minni útláti enn oljan í t.d. Angola ella Kazakhstan, so er hetta eitt íkast til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Inntøkur frá leiting og eini møguligari framleiðslu av kolvetnum kunnu í ein ávísan mun vera við til at fíggja stóru íløgurnar í grønar orkukeldur.

Tað er ein sannroynd, at lond sum Norra og Danmark, ið eru førandi innan grøna orkuskiftið, hava havt og hava framvegis stórar inntøkur frá kolvetnisvirksemi. Vert er at hava í huga, hvønn týdning oljuvinnan hevur havt fyri, at hesi londini í dag eru før fyri at vera so frammarlaga á orkuøkinum. 

Verður kolvetni funnið í Føroyum í rakstrarstórum nøgdum, kunnu føroyskir myndugleikar stremba eftir, at ein fortreyt fyri at útvinna kolvetni úr føroyskari undirgrund er, at framleiðslan hevur so lágt CO2 útlát, sum til ber. Ein møgulig politisk loysn at tryggja eina reina framleiðslu av kolvetni er við at gera broytingar í kolvetnisskattalógini, sum eggjar kolvetnisframleiðarum til at brúka røttu umhvørvisloysnirnar. 

Orkan.fo fer í komandi greinum at umrøða sjónarmiðini hjá teimum einstøku tingfólkunum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2022

28 Leygardagur 23. apríl 2022

10 nøvn komin afturat á G! festivalinum

Eitt nú Teitur Lassen fer at framføra á Gøtusandi í summar

(Mynd: G! festivalurin)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vit byrja at merkja summarið nærkast, fyrstu lombini eru komin, græsið verður grönari og næturnar ljósari - hetta merkir at G! fyrireikingarnar koyra við fullari ferð, og at vit skjótt aftur sleppa á festival.

Aftaná eina framúrskarandi útgávu við heitinum “Cazador de Ostras” er Teitur í topformi og klárur at traðka á pallin aftur á Götusandi í 2022. Tað eru longu 4 ár síðan, at Teitur framfördi á G! seinast, og tað gleðir okkum at síggja hann aftur á skránni. 

Tinganest er ein bólkur, sum ikki nýtist nakra intro. Landaplágu aftaná landaplágu hava vágarokkaranir verið at hoyrt í føroyska kringvarpinum í nærum 40 ár, og lukkutíð fyri okkum, eru teir enn virknir. Teirra glöggu eygleiðingar, skeivu vinklar, vælsitandi tekstir og fangandi lög hava givið bólkinum eina heilt serliga stöðu í føroysku tónleikasöguni. Eingin bólkur í heiminum er sum Tinganest.

Undangongumaðurin Brynjolfur hevur verið ein virkin framleiðari og diskari í nógv ár. Hann hevur spælt á klubbum og festivalum í öllum Europa, vit kunnu millum annað nevna Roskilde Festival, Sónar, Distortion Festival, Hör í Berlin og G! Festival, har hann hevur verið fastur gestur á elektroniska pallinum í Grundini. 

Brynjolfur hevur eisini spælt fleiri rúnabindandi live konsertir og við framúrskarandi ummælum á bakið. Men vit hava ikki upplivað Brynjolfur LIVE her heima, síðan hann spældi eina kókandi konsert á Götusandi við slóðbrótandi techno industrial bólkinum Side Effect í 2006. Í summar sleppa vit so endiliga aftur at hoyra Brynjolf live, tá hann vid manning spælir á Spæliplássinum. 

Syðrugöta er ikki bert heimið hjá okkara gandakenda G!. Lítla bygdin hevur eisini gjögnum árini fostrað fleiri stjörnuskot í föroyskum tónleiki, og á G! 2022 kunnu vit bjóða tí undurfullu Elinborg aftur á pall, tá hon leggur leiðina framvið heimbygdini, har vit sleppa at hoyra nógv nýtt tilfar, sum hon hevur smíðað saman. 

Vit fáa eisini vitjan av countronica bólkinum Kóboykex við Heiðrik á Heygum og Sigmund Zachariassen á odda, av loyniliga blómupunk-dögurðaslangs-semi-superbólkinum Æðrasoppar, og frísku sjeikunum í RSP - teir hava futtað upp föroysku undirgrundina, síðani teir byrjaðu á Soundcloud fyri nökrum árum síðan, og teir eru eisini við í Sement finaluni í ár. 

LLNN er ein danskur undirgangs, sci-fi, hardcore-sludge málmbólkur. Tónleikurin er myrkur, ræðandi, disharmoniskur, áleypandi og filmiskur. 

Og so fáa vit vitjan av fólkatónleika bólkunum Kakalorium úr Skåne og ungarsku Zoord. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2022

29 Leygardagur 23. apríl 2022

Alan Walker spælir á Summar Festivalinum

Ætlanin var, at Alan Walker skuldi framføra á Summar Festivalinum í 2020, men stóra tiltakið í Klaksvík varð avlýst orskaða av koronu. Nú kemur hann so á Vágsbø at venda plátum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Heimskendur DJ skal hava show á Vágsbø í august.

Eitt av stóru nøvnunum innan altjóða elektroniskan tónleik kemur nú á Summar Festivalin.

Í 2020 var ætlanin, at Alan Walker skuldi framføra á Summar Festivalinum, men koronusmittan forðaði fyri hesum. Nú tvey ár seinni kemur norska superstjørnan á Vágsbø at undirhalda við sínum framúr elektroniska tónleiki, sum hevur hittað um allan heimin.

Alan Walker er heimskendur DJ og verður roknaður upp í heimselituna av teimum, ið framleiða og framføra elektroniskan tónleik. Hansara stóra gjøgnumbrot var risahittið »Faded«, og hann hevur síðan hittað við sangum sum »Alone«, »All Falls Down«, »Darkside«, »The Spectre« og fleiri.

Alan Walker hevur yvir 15 milliardir ljóð- og videostroymingar av sínum sangum, og hann hevur næstan 40 milliónir fylgjarar á sosialum miðlum. Hann hevur spælt á stórum tiltøkum kring allan heim, hevur samstarvað við nógvar kendar tónleikarar, og hann hevur vunnið fleiri heiðurslønir fyri sínar framleiðslur. Alan Walker hevur endurblandað tónleik hjá til dømis Bruno Mars, Avicii, Coldplay, Miley Cyrus og fleiri, og hann hevur spælt konsertir saman við eitt nú Justin Bieber, Rihanna og Kygo. 

Summar Festivalurin 2022 verður hildin dagarnar 4. til 6. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2022

30 Leygardagur 23. apríl 2022

Ragnar Jacobsen nýggjur formaður í Grindamannafelagnum

Miðvingurin avloysir Ólav Sjúrðaberg, sum ikki tók við afturvali. Nýggja nevndin hevur sett sær fyri, at fáa fleiri gjaldandi limir í felagið, og til hetta er ein nýggj heimasíða gjørd

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á aðalfundinum hjá Grindamannafelagnum tann 2. apríl 2022, bleiv nýggj nevnd fyri Grindamannafelagið vald.

Formaðurin, Ólavur Sjúrðaberg, hevði boðað frá áðrenn fundin, at hann tók ikki við afturvali, og tískil var greitt, at felagið skuldi hava nýggjan formann.

- Ólavur hevur verið formaður í Grindamannafelagnum í fleiri ár, og ynskir felagið at takka honum fyri hansara týðandi leiklut í felagnum hesi árini.

Soleiðis skrivar felagið í tíðindaskrivið, har tað verður fráboðað, at Ragnar Jacobsen er nýggjur formaður í felagnum.

Nývalda nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:
Ragnar Jacobsen (Miðvágur), formaður
Tóri Simonsen (Hvannasund), næstformaður og peningarøkil
Esmar Joensen (Hvítanes), skrivari

Tiltakslimir eru:
Bjartur Tórhalsson (Vestmanna)
Gutti Guttesen (Bø)
Regin Jespersen (Tórshavn)

- Regin varð valdur í nevndina, men vegna serligar umstøður valdi hann at fara úr nevndini, og lata plássið til Esmar.

Nýggja nevndin hevur sett sær fyri, at fáa fleiri gjaldandi limir í felagið, og til hetta er ein nýggj heimasíða gjørd, sum eitur gmf.fo.

- Har ber millum annað til at skráseta seg sum lim. Eisini ætlar nevndin at fáa fleiri ung at luttaka tá tað er grind, og verður heimasíðan við tíðini ein pallur, har tey ungu kunnu útvega sær kunning um hvussu ein ber seg at, tá tað eru grindaboð.

Næstu tíðina fer nevndin at seta seg í samband við hvalvágir, formenn og onnur álitisfólk, fyri at hitta hesi og seta seg inn í umstøðurnar í teirra øki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2022

31 Leygardagur 23. apríl 2022

Avtala undirskrivað við Gundurs Bussar

Tveir el-bussar verða settir í rakstur frá á nýggjárinum – í 2027 skal grøna umleggingin verða gjøgnumførd

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týsdagin skrivaðu Tórshavnar kommuna og Gundurs Bussar undir nýggjan sáttmála um bussleiðina galdandi frá 1. januar 2023 til 31. desember 2031.

Gundurs Bussar keypa 15 nýggjar dieselbussar og tveir nýggjar elbussar at reka bussleiðina við eftir 2023.

Nýggi sáttmálin inniber, at Gundurs Bussar longu frá byrjan av sáttmálaskeiðinum fara at koyra við elbussum á leið 4. Á býráðsfundi 23. apríl varð samtykt, at umleggingin av allari bussleiðini til grøna orku skal fremjast í seinasta lagið 2027.

Royndirnar við at brúka elbussar á leið 4 koma at vera ein týðandi partur av grønu umleggingini hjá kommununi næstu árini.

[object Object]Heðin Zachariassen, stjóri í Gundurs Bussum og Heðin Mortensen, borgarstjóri (Mynd: torshavn.fo)

Samstundis sum grøna umleggingin er alneyðug at fremja, er tað eisini av størsta týdningi fyri bæði Tórshavnar kommunu og Gundurs Bussar, at bussleiðin er ein støðugur og álítandi flutningsmøguleiki hjá flestu borgarum í kommununi, skrivar Tórshavnar kommuna.

Í nýggja sáttmálanum er dentur lagdur á, at grøna umleggingin fer fram á so tryggum og skynsomum grundarlagi sum gjørligt. Partarnir hava bundið seg til á hvørjum ári at samráðast um umlegging av enn fleiri leiðum frá diesel til grønari alternativ.

Leiðir verða lagdar saman
Í sambandi við nýggja sáttmálan verða broytingar gjørdar í ferðaætlanini soleiðis, at leið 4 og leið 5 (eisini kallað Ringleiðin) verða lagdar saman til leið 4. Nýggja leiðin fer at betra um møguleikarnar hjá fólki, sum búgva í Hoyvík og har um leiðir at ferðast beinleiðis við bussleiðini til vesturbýin – m.a. Glasir og Landssjúkrahúsið.

Nærri kunning kemur í næstum um hesar og aðrar broytingar í ferðaætlanini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2022

32 Leygardagur 23. apríl 2022

Ætlan skal gerast fyri vetrarfriðing fyri allar bygdirnar í Sunda kommunu

Avtala er gjørd við ráðgevingarfyritøkuna Senit, sum nú fer í gongd við at greina hvørja bygd sær, lýsa tørv og útgreina ein ella fleiri møguleikar fyri, hvussu farast kann fram . Ein ætlan skal handast kommununi 1. september í ár

Jógvan Kruse, borgarstjóri og Lillian Jacobsen, tekiskur leiðari í Sunda kommunu, saman við Sigurdi Justinussen, stjóra í Senit (Mynd: sunda.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eitt av málunum, ið sitandi býráð í Sunda kommunu hevur sett sær fyri at loysa er vetrarfriðing.

- At vetrarfriða eina so landafrøðiliga stóra kommunu, sum Sunda kommuna er, er ein sera umfatandi og samansett uppgáva at loysa. Vinnu- og umhvørvisnevndi mælti tí til, at seta ein ráðgeva at gera eina ætlan fyri hvussu farast skal fram og hvussu vetrarfriðingin kann skipast. Býráðið samtykti á fundi tann 28. mars 2022 at fylgja tilmælinum.

Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari, í samband við at kommunan nú hevur gjørt avtalu við fyritøkruna Senit um at standa fyri arbeiðinum. Senit er ein nýstovnað ráðgevingarfyritøka, ið arbeiðir við býarætlanum og heildarætlanum fyri til dømis óbygd økir, havnaøkir og vetrarfriðing. 

Heimasíðan sunda.fo skrivar, at uppgávan hjá Sigurdi Justinussen, stjóra á Senit, verður at greina hvørja bygd sær og lýsa tørvin, útgreina ein ella fleiri møguleikar fyri, hvussu farast kann fram og gera raðfestingarlista, ið býráðið kann taka støðu til. Hann skal gera kostnaðarmetingar, arbeiðs- og tíðarætlanir. Eisini skal hann sammeta og heinta íblástur aðrastaðni og vísa á fyrimunir og vansar við vetrarfriðing.

Arbeiðið at gera eina vetrarfriðingarætlan er mett at taka fýra mánaðir, og avtalan er, at Senit skal handa Sunda kommunu eina vetrarfriðingarætlan tann 1. september 2022. Ætlanin er, at hetta álitið skal verða ein handbók hjá umsitingini og býráðnum at nýta í arbeiðinum at vetrarfriða alla Sunda kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2022

33 Leygardagur 23. apríl 2022

Macron kláraði seg betur í sjónvarpskjakinum

Einasti sjónvarpaði veljarafundur millum Macron og Le Pen undan valinum sunnudagin var í mikukvøldið

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

59 prosent av hyggjarunum hildu, at Emmanuel Macron, forseti, var meira sannførandi enn avbjóðarin, Marine Le Pen, tá tey bæði hittust í sjónvarpaðum orðastríði mikukvøldið.

Tað vísir ein kanning, sum varð gjørd eftir sjónvarpaða kjakið.

Kjakið var einasti veljarafundur í sjónvarpinum undan avgerandi forsetavalumfarinum í Fraklandi, sum verður sunnudagin.

Nú eru bert tey bæði, Emmanuel Macron og Marine Le Pen eftir í dystinum um at gerast forseti Fraklands, eins og fyri fimm árum síðani.

[object Object](Mynd: EPA)

Fyri fimm árum kláraði Le Pen seg ikki so væl í sjónvarpinum, tá hon viltist eitt sindur í sínum egnu notatum og virkaði ov aggressiv fyri veljararnar.

Í 2017 var úrslitið av eini líknandi kanning, at 63 prosent av teimum spurdu hildu, at Macron var meira sannførandi enn Le Pen.

Á veljarafundinum í gjárkvøldið, kjakaðust tey bæði forsetavalevnini eitt nú um viðurskiftini við Russland og spurningin um átrúnaðarliga høvuðklæðið hijab.

Marine Le Pen, ið er partur av uttasta høgraveingi váttaði, at hon stendur við sítt uppskot um at banna brúk av hijab í almenna rúminum.

Le Pen heldur, at muslimska turriklæðið er “ein búni, sum islamistar noyða kvinnum at ganga við”.

- Tú verður orsøk til borgarakríggj um tú gjøgnum førir hetta (setir bann í gildi, -red.) Tað meini eg veruliga, segði Macron sambært Reuters.

Undir kjakinum skuldsetti Macron eisini Le Pen fyri at hava tætt samband við Russland og landsins forseta, Vladimir Putin.

Reuters skrivar, at Macron vísti á, at Le Pen einki hevur sagt, eftir at Russland í 2014 legði Krim hálvoynna undir seg, og at hon ikki hevur talað at ógvusliga atburðinum, sum russiski herurin hevur víst í Sýria.

Macron vísti eisini á, at Le Pen í 2017 fekk eina stóra milliónaupphædd frá einum russiskum banka, ið hevur tætt samband við politisku leiðsluna í Kreml.

Macron stendur í veljarakanningunum til at vinna valið sunnudagin. Hann fær undirtøku frá 55,5 prosentum av veljarunum.

Í 2017 vann Macron á Le Pen við 66,1 prosentum av atkvøðunum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2022

34 Leygardagur 23. apríl 2022

– Øll eiga at óttast russisk kjarnorkuvápn

Russiski forsetin, Vladimir Putin leggur ikki í, um ukrainska fólkið livir ella doyr, og tí kann hann finna uppá at brúka hóptýningarápn ella kemisk vápn, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj

Tað er ikki bara eg, men allur heimurin – øll lond – sum eiga at óttast, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Heimsins lond skulu fyrireika seg uppá, at russiski forsetin, Vladimir Putin, kann brúka kjarnorkuvápn í Ukraina.

Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í samrøðu við CNN í gjár, sum Ritzau endurgevur.

Sambært Zelenskyj kann Putin brúka hóptýningarvápn ella kemisk vápn, tí hann ikki leggur í, um ukrainska fólkið livir ella doyr.

– Tað er ikki bara eg, men allur heimurin – øll lond – sum eiga at óttast, tí tað kann ikki bara gerast orð men sannleikin, sigur hann.

Bill Burns, leiðari fyri amerikonsku fregnartænastuna CIA ávaraði eisini hósdagin um, at Putin kann fara at brúka kjarnorkuvápn, um hann kennir seg trongdan uppí ein krók.

– Havandi í huga ta afturgongdina, sum Putin og russiska leiðslan hevur upplivað higartil, kann eingin av okkum gera lítið burturúr einari hóttan um møguligt brúk at kjarnorkuvápn, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2022

35 Leygardagur 23. apríl 2022

Mette F: - Tað er eyðsæð, at hetta er krígsbrotsverk

Danmark er sinnað at hjálpa Ukraina við fleiri vápnum, sigur Mette Frederiksen, sum er á vitjan í Kyiv

(Skíggjamynd: dr.dk)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danmark hevur ætlanir um at senda fleiri vápn til Ukraina. Tað er tað, sum tey hava mest brúk fyri.

Soleiðis segði danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, í samrøðu við danskar miðlar í Ukraina.

Hon kom tó ikki nærri inn á, hvørji vápn, talan er um, og nær tey skulu sendast avstað.

Danski stjórnarleiðarin hevur fyrrapartin verið í býnum Borodjanka, eitt sindur uttan fyri Kyiv. Seinni í dag skal hon, saman við spanska forsætisráðharranum, Pédro Sanchez, hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Mette Frederiksen er fyrsti norðurlendski stjórnarleiðari, sum vitjar í Ukreina eftir at russiska hersetingin byrjaði februar.

Hon vísir á, at Danmark er sinnað at hjálpa ukrainum at byggja landið uppaftur.

- Vit tosa um hvussu vit kunnu stuðla landinum við endurbyggingini eftir kríggið, segði hon við TV2.

Hon greiddi frá, at tað hon hevur sæð er “gjøgnumført ræðuligt”.

- Fyri fáum mánaðum síðani livdu tey eitt vanligt lív her. Nú er alt oyðilagt.

Hon sigur eisini, at ongin ivi er um, at tað er krígsbrotsverk, tað, sum russisku herdeildirnar gera í Ukraina.

- Tað er eyðsæð, at talan er um krígsbrotsverk. Tað skal skjalprógvast, og har skulu vera juridisk spor, men hetta kann ikki vera annað enn krígsbrotsverk, sigur Mette Frederiksen. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2022

36 Leygardagur 23. apríl 2022

Upp móti 3000 ukrainskir hermenn deyðir í krígnum

Til samanberingar hevur Russland mist millum 19.000 og 20.000 hermenn, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Millum 2.500 og 3.000 ukrainskir hermenn eru deyðir undir krígnum, meðan uml. 10.000 eru særd.

Tað vóru tølini, sum ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj kom við í vikuni í samrøðu við CNN.

Tað er ringt at siga, hvussu nógv av teimum særdu fara at yvirliva, sigur hann.

Til samanberingar hevur Russland mist millum 19.000 og 20.000 hermenn. Russland hevur tó bert viðurkent at hava mist 1.351 fólk.

Sambært Ritzau eru hesi tølini ikki váttað frá óheftari síðu.

ST metir, at túsundatals sivilfólk eisini hava latið lív undir krígnum, men sambært Zelenskyj er tað torført at seta eitt nágreiniligt tal á. Hetta er serliga tí, at russiskir hermenn blokera atgongdina til fleiri stórbýir í Suðurukraina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2022

37 Leygardagur 23. apríl 2022

Ein av eldsálunum hjá Støkk farin

Tað vóru sorgarboð at frætta, at Poul Lamhauge – Poul hjá Pidda, sum hann vanliga varð róptur – bráddliga var deyður mikudagin í síðstu viku, 78 ára gamal

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Støkk

Tað vóru sorgarboð at frætta, at Poul Lamhauge – Poul hjá Pidda, sum hann vanliga varð róptur – bráddliga var deyður mikudagin, 78 ára gamal. 

Fara vit at telja saman á limalistunum, síðan Støkk varð stovnað í 1966, er talan um í túsundavís av fólki, ið onkursvegna hava verið við til at myndað felagið øll hesi árini. Tað veri seg sum íðkarar, leiðarar, venjarar, stuðlar, nevndarlimir ella á annan hátt.

Onkur teirra hevur skarað fram úr við sínum elduhuga og vilja at hjúkla um felagið og menna tað og umstøðurnar, sum tað og fimleikurin í økinum hava havt at virka undir.

Ein av hesum eldsálunum var Poul og alt hús hansara. Kona Poul, Jóna, hevur eisini verið virkin í Støkk, bæði sum íðkari og í nevnd, og synirnir hava av sonnum gjørt vart við seg á hægsta stigi í føroyskum fimleiki.  

Poul var vaksin maður, 22 ár, tá Støkk varð stovnað, men áhugin fyri fimleikinum var longu vaktur, tá tað nøkur ár frammanundan hevði verið kvøldskúlafimleikur í fimleikahøllini í Glyvra Skúla. Har fór Poul sum tannáringur at íðka fimleik, og tá Støkk bleiv veruleiki nøkur ár seinni, bleiv hann beinanvegin virkin í felagnum. Hann var sjómaður tá, so ta fyrstu tíðina var hann bara virkin í fimleikinum ímillum túrar.

Poul bleiv skjótt partur av innaru kjarnuni í felagnum. Hann var íðin íðkari, og tíðliga tók hann eisini á seg at venja smádreingirnar. 

Hann dugdi sum fáur at fara við teimum ungu dreingjunum, og at hava ábyrgdina av teimum var eisini eitt álit, ið kravdi sín mann, tí liðini vóru ofta ógvuliga stór. Tann eina veturin vandi hann ein hóp, sum taldi ikki færri enn 52 smádreingir. 

Pedagogikkurin hjá Poul var eins einfaldur, og hann var effektivur: Teir fyrstu 15 minuttirnar sluppu dreingirnir at gartera og leika í, sum teimum lysti, og síðan tók Poul stýringina. Tá bar til at fáa allar at ganga í takt og gera, sum sagt varð.

Poul var eisini fúsur at taka organisatoriska ábyrgd á seg. Hann var í tveimum umførum tiltakslimur í nevndini, áðrenn hann í 1985 fyrstu ferð bleiv formaður í Støkk. Í fyrstu syftu sat hann sum formaður í trý ár. Í 1988 var hann næstformaður, og árini 1992 og 1993 var hann aftur formaður.

Tá Poul gavst í sjálvari felagsnevndini hjá Støkk, bleiv hann í staðin sera virkin í arbeiðinum at royna at útvega felagnum betri hølisumstøður, og hann sat í teimum byggi- og húsanevndunum hjá Støkk, sum frá seinast í 1980’unum stríddust fyri hesum málinum.

Úrslitið var, at gamla Glyvra Bio bleiv keypt í 1997 og fekk navnið Støkkhøllin. Hetta var tó bert støðið undir tí stóra varðanum, ið síðan bleiv laðaður. Støkkhøllin og áhaldandi arbeiðið hjá Poul og hinum eldsálunum slóðaði nevniliga av sonnum fyri, at stórsligna og stásiliga Bylgjan kundi lata upp í 2014. Við henni eru karmarnir kring Støkk og fimleikin í økinum tryggjaðir so langt fram í tíðina, sum eygað sær.

Sjálvur íðkaði Poul fimleik í Støkk, til knøini fóru at bila, men hann helt fram sum venjari til eftir aldarskiftið.

Nú er Poul farin, og Støkk og fimleikurin hava mist eina eldsál og ein trúfastan stuðul.

Við djúpastu samkenslu til tykkum, ið eftir sita. Friður verið við minninum um Poul Lamhauge.

Støkk

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2022

38 Leygardagur 23. apríl 2022

HM-ævintýrið er av

Ov nógvar tekniskar villur, misnýttir møguleikar og trygt týskt álopsspæl vóru í seinna hálvleiki við at venda dystinum, sum endaði við sigri á seks mál til útiliðið. Føroyska avrikið var tó heilt flott í stórum pørtum av dystinum, og nú skal sjóneyka setast á EM-undankappingina, ið byrjar í heyst

Týskarar stríddust fyri at halda Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, ið skoraði átta mál og stýrdi føroyska spælinum væl (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyingarnir fóru upp at flúgva móti endanum av fyrra hálvleiki, og tað tyktist næstan sum um, at takið í Høllini á Hálsi, ið var fullsett, fór av tær báðar ferðirnar, tá okkara løgdu seg á odda móti Týsklandi.

Tað var +1 til Føroyar í steðginum, men eftir eina javna byrjan uppá seinna hálvleiki, har liðini skiftust um at skora, vísti týski risin sína styrki. Føroyska liðið fór at gera alsamt fleiri tekniskar villur - átta fleiri vóru samanlagt í seinna hálvleiki, í mun til fyrra -, misnýta fleiri møguleikar, og tað gjørdist ongantíð aftur veruligur spenningur í, hvat endaúrslitinum viðvíkur. 

Í verjupartinum hevði føroyska liðið ilt við at tarna teimum stóru, sterku og eisini snildu týskarunum, og dundurskot flugu framvið føroysku málverjunum; tó at Pauli Jacobsen hevði nakrar góðar bjargingar í seinna hálvleiki. 

Samanumtikið var ein greiður munur á liðunum yvir tveir dystir, tó at føroyska spæli í stórum løtum var heilt gott, og tað var millum annað jaligt at síggja samlaða stríðsviljan, og at okkara spældu seg til so nógv opin skot móti so sterkum liði.

Hjá føroyska liðnum snýr tað seg nú um at venda eyguni móti EM-undankappingini, sum byrjar í heyst, har møguleikarnir eru spennandi.

HM Play-off, seinni dysturin
Høllin á Hálsi, 16.04
Føroyar - Týskland 27-33 (16-15)

Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min: 4-6
15 min: 7-8
20 min: 8-10
25 min: 12-14

35 min: 19-19
40 min: 19-22
45 min: 20-25

50 min: 22-28
55 min: 25-31

Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Pætur Mikkjalson 5
Hákun West av Teigum 4

Kjartan Johansen 3
Peter Krogh 2
Tróndur Mikkelsen 1
Leivur Mortensen 1/
Niklas Selvig 1/
Helgi Hildarson Hoydal 1/1

Skot/mál: 
Føroyar: 27/46 = 59 prosent
Týskland: 33/48 = 69 prosent

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 6
Nicholas Satchwell 3

-----------------
Andreas Wolff 6
Till Klimpke 5

Útvísingar:
Føroyar: 4
Týskland: 1

Tekniskar villur:
Føroyar: 11
Týskland:
6

Sí fleiri myndir frá dystinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2022

39 Leygardagur 23. apríl 2022

Taptu við tíggju málum

Eins og í undanfarnu dystum móti Rumenia, vóru Føroyar væl við í fyrra hálvleiki, men hesaferð skrædnaði stutt eftir steðgin. Føroyska liðið lærdi tó helst nógv av seinasta heimadystinum í hesari undankappingini og fekk millum annað víst gott álops- og kontraspæl í løtum

Føroyska liðið hevði tað trupult móti kropsliga sterka rumenska liðnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í fyrra hálvleiki var Rumenia eini tvær-tríggjar ferðir á veg "avstað" frá Føroyum, men føroyska liðið vildi ikki sleppa gestunum leysar, og tá so rumenska liðið gjørdi nakrar tekniskar villur, brendi nakrar málmøguleikar og kviku føroysku leikararnir hildu fram við at bjóða størri og tyngru leikarunum av, so helt spenningurin í dystinum sær til hálvleiks.

Tað ber til at próvføra fyri, at um ikki Daciana Hosu í rumenska málinum hevði staðið so væl, so hevði tað verið javnleikur, ella høvdu Føroyar verið á odda í steðginum. Hosu hevði fleri bjargingar, tá føroysku leikararnir komu ein ímóti einum - eftir dystin hildu tær fyri, at tær høvdu skotið hana betri, enn hon í veruleikanum er. Tá ein minuttir var eftir av hálvleikinum, var munurin bert eitt mál, men útiliðið fekt økt til 11-13.

Spenningurin helt sær ikki leingi í seinna hálvleiki, hóast Rakul Wardum, ið avloysti Anniku Fríðheim Petersen í málinum, byrjaði við góðari bjarging, og Føroyar síðani minkaðu um munin til 12-13. 

[object Object]
Marianna Geirsdóttir Eystberg gjørdist aftur føroyskur toppskjútti 

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Útav teimum næstu tíggju málunum skoraði Rumenia átta, so støðan var 14-21, og harvið var ikki longur spenningur um útfallið. Føroyska liðið kom ikki líka lætt til møguleikar sum í fyrra hálvleiki, gjørdi ov nógvar tekniskar villur, brendi tvey brotskøst, og í verjupartinum eydnaðist ikki at tálma stóru og sterku rumenunum.

Útiliðið nýtti millum annað strikuspælið væl, Cristina Neagu, ið hesuferð var við, fekk nøkur góð mál, og til endans var munurin tíggju mál.

Seinasti dystur hjá liðnum hjá Sonna Larsen í undankappingini verður í dag seinnapartin í Næstved. Danmark vann heili 38-22 í Eysturríki mikukvøldið og hevur harvið spælt seg til EM-endaspælið. Munurin tá liðini hittust síðst var tjúgu mál.

Undankappingin til EM 2020, 5. og næstseinasta umfar
Høllin á Hálsi, 20.04
Føroyar - Rumenia 21-31 (11-13)

Føroyskir toppskjúttar: 
Marianna Geirsdóttir Eystberg 5
Nina Johansen 3
Turið Arge Samuelsen 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3

Sí fleiri myndir frá dystinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2022

40 Leygardagur 23. apríl 2022

Síðsta og størsta avbjóðingin bíðar

Danmark hevur fult stigatal, eina málúrtøku á +53 og vann við tjúgu málum í Føroyum í oktober. Leygardagin seinnapartin vitja føroysku kvinnurnar í Næstved, har tað kann verða ógvuliga trupult, og har avbjóðingin er spennandi

Donsku leikararnir høvdu ógvuliga gott tamarhald á teimum føroysku, tá liðini hittust í Høllini á Hálsi í oktober (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í gjárkvøldið taptu Føroyar við tíggju málum fyri Rumenia á heimavølli. Samstundis spældi Danmark í Eysturríki, og har vunnu donsku kvinnurnar við heili 16 málum.

Við sigrinum er endaliga greitt, at Danmark hevur spælt seg í EM-endaspælið. Liðið hjá Jesper Jensen hevur fult stigatal og eina málúrttøku á +53 eftir fimm umfør í bólki tvey.

Føroyar hava einki stig og eina málúrttøku á minus 46. Í dystunum móti Eysturríki og í fyrru hálvleikunum móti Rumenia, hava føroysku kvinnurnar í stóran mun verið væl við og víst góðar taktir. Móti Danmark í oktober var tað ongantíð spenningur, og serliga í fyrra hálvleiki sást klassamunurin. Tað endaði við tjúgu-máls sigri til útiliðið.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Føroysku kvinnurnar skulu nú aftur stríðast móti teimum donsku (Myndir: Sverri Egholm)

Danmark endaði við bronsuheiðursmerki til HM-endaspælið í desember, og hevur heimsins besta málverja, Sandra Toft, umframt Anne Mette Hansen, Mie Højlund, Line Haugsted og aðrar framúr leikarar. 

Unga føroyska liðið skal royna at bjóða hesum av. Ein fyrimunur kann vera, at Danmark nú er víðari, men tað er tó ósannlíkt, at tær í reyðum ikki fara at royna at spæla í høgum gervi á heimavølli.

Dysturin í Næstved byrjar klokkan 15.10 leygardagin. Í Rumenia er lagnudystur á skránni, tí Eysturríki vitjar, og bæði liðini hava fimm stig.

Støðan í bólki 2 undan seinasta umfari: 
1. Danmark 10 stig
2. Rumenia 5 stig
3. Eysturríki 5 stig
4. Føroyar 0 stig


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2022

41 Leygardagur 23. apríl 2022

Sarah endurvann heimsmeistaraheitið

Hálvi vestmenningurin vardi heimsmeistaraheitið

(Mynd: Danmarks Radio)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hálvi vestmenningurin Sarah Mahfoud endurvann hóskvøldið IBF-heimsmeistaraheitið í fjøðurvekt. Hesaferð var tað ímóti týsku Nina Meinke.

Fyrsta heimsmeistaraheitið vann Sarah fyri tveimum árum síðani, og í dag kundi hon aftur taka beltið heim við aftur, tá Danish Fight Night var í Frederiksberg.

Sarah Mahfoud vann við úrslitinum 97-93, 96-94 og 97-93.

- Hetta var ein lætti. Tað var ein harður dystur, men eg eri so glað. Tvey ár er leingi at vera burtur frá ringinum. Men eg eri so glað fyri at eg framvegis havi beltið, tí tað letur upp fyri nøkrum feitum dystum, segði Sarah Mahfoud við Danish Fight Night TV eftir sigurin.

Sarah Mahfoud hevur 11 sigrar í 11 dystum sum yrkisboksari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2022

42 Leygardagur 23. apríl 2022

HB fekk sigurin í síðstu løtu

HB hevði trupulleikar móti Skála, men eitt mál eftir frísparksmál hjá Adrian Justinussen tryggjaði HB trý stig. Oddaliðið KÍ vann trygt móti 07 Vestur

Frøi á HB-leikarunum, sum ikki fingu sigurin í hús fyrr enn í síðstu løtu (Skíggjamynd: Televarpið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sætta umfar í Betri deildini hjá monnum varð avgreitt í mánadagin, 2. páskadag.

Eina løtu bendi tað á, at Skála fór at megna ein javnleik móti HB, og syrgja fyri, at HB fekk sín triðja javnleik á rað. Soleiðis bleiv tó ikki, tí beint fyri tíðina sum dómarin legði afturat fekk HB fríspark stutt uttanfyri brotsteigarmarkið.

Adrian Justinussen sló til júst tá hann skuldi, og smekkaði bóltin í kassan til støðuna 3-2, sum eisini gjørdist úrslitið.

Tað hevur við sær, at HB hongur í KÍ, sum væntað vann trygt 3-0 ímóti 07 Vestur við Djúpumýrar í Klaksvík.

B36 hevur meldað seg í toppstríðið aftur við knúsandi 5-0 sigri ímóti EB/Streymur. Sundalagsmenn hava annars fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, men mánadagin riggaði ikki.

Á Argjum var stórur spenningur eina løtu, tí eftir at runavíkingar vóru á odda 2-0, javnaði AB til 2-2. Tað gekk tó ikki hjá argjamonnum, og NSÍ fekk ein týdningarmiklan sigur og er nú komið upp um niðurflytingarstrikuna aftur.

Víkingur vann trygt 4-0 ímóti B68, og fylgir væl við KÍ og HB í oddinum.

Úrslit og málskjúttar

Skála - HB 2-3 (2-2)
11’ Andreas Jacobsen 1-0
16’ Heðin Hansen 1-1
19’ Stefan Radosavljevic 1-2
29’ Sjálvmál 2-2
89’ Adrian Rúnason Justinussen

KÍ - 07 Vestur 3-0 (2-0)
22’ Mads Boe Mikkelsen 1-0
28’ Valerjis Sabala 2-0
51’ Jonn Johannesen 3-0

B36 - EB/Streymur 5-0 (3-0)
2’ Michal Przybylski 1-0
20’ Bjarki Nielsen 2-0
33’ Símun Sólheim 3-0
81’ Uros Stojanov 4-0
86’ Benjamin Heinesen 5-0

AB - NSÍ 2-3 (0-2)
5’ Pætur Hentze 0-1
16’ Klæmint Andrasson Olsen 0-2
67’ Bartal Skaalum Petersen 1-2
77’ Gunnar Reynslág 2-2
87’ Pætur Hentze 2-3

B68 - Víkingur 0-3 (0-3)
6’ Martin Klein Joensen 0-1
38’ Gunnar Vatnhamar 0-2
45’ Sjálvmál 0-3
90’ Aron Jarnskor Ellingsgaard 0-4


Støðan Betri deildin menn

1. KÍ (18 stig)
2. HB (14 stig)
3. Víkingur (12 stig)*
4. B36 (9 stig)
5. EB/Streymur (7 stig)
6. NSÍ (6 stig)
7. 07 Vestur (5 stig)
8. B68 (5 stig)
9. AB (4 stig)*
10. Skála (2 stig)

*Ein dyst færri


7. umfar 24. apríl

Víkingur - HB (15:00)
Skála - B36 (15:00)
07 Vestur - NSÍ (15:00)
EB/Streymur - AB (16:00)
B68 - KÍ (16:00)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2022

43 Leygardagur 23. apríl 2022

KÍ nýtt oddalið í kvinnudeildini

Við 3-1 sigri í toppdystinum ímóti EBS/Skála hava klaksvíkskvinnur lagt seg á odda í deildini

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fult umfar var mánadagin leikt í bestu kvinnudeildini.

Toppdystur var við Djúpumýrar. KÍ tók ímoti EBS/Skála, og liðini høvdu bæði níggju stig og fulla úrtøku undan fjórða umfari. Men tað var KÍ, sum var sterkari, og fekk bóltin í málið hjá EBS/Skála tríggjar ferðir, meðan gestirnir bara skoraðu eitt mál.

Meistararnir eru í góðum stima, og halda fram har tær sleptu í fjør. KÍ hevur nú 12 stig eftir fýra dystir.

Uppflytararnir frá í fjør, 07 Vestur, ætlar sær eyðsæð longur upp eftir stigatalvuni í ár, og tað hevur gingið væl higartil. Vágakvinnur vunnu 1-0 móti Víkingi, og fara avstað við annað plássinum.

B36 sum fekk eina vánaliga byrjan, hevur nú vunnið tveir dystir á rað. Mánadagin vunnu tær hvítu úr Gundadali 2-0 ímóti NSÍ.

Í Gundadali tóku grannarnir í HB ímóti nýggja liðnum í deildini, TB/FCS/Royn. Suðuroyingar hava enn ikki fingið nakað stig, og stigini komu heldur ikki hesaferð. Í sannari málveitslu vann HB 11-0 móti TB/FCS/Royn.

B36 - NSÍ 2-0 (2-0)
8’ Olga Kristina Hansen 1-0
90’ Livyan Kétille Borges Silva 2-0

KÍ - EBS/Skála 3-1 (2-0)
15’ Sjálvmál 1-0
41’ Hervør Olsen 2-0
73’ Lea Lisberg 2-1
87’ Maria Biskopstø 3-1

07 Vestur - Víkingur 1-0 (0-0)
48’ Eyðrið Rúnadóttir 1-0

HB - TB/FCS/Royn 11-0 (3-0)
15’ Lea Tórarenni Johannesen 1-0
30’ Sarita Maria Mittfoss 2-0
35’ Lea Tórarenni Johannesen 3-0
49’ Lea Tórarenni Hohannesen 4-0
63’ Rebekka Katrine Klein Olsen 5-0
69’ Sarita Maria Mittfoss 6-0
71’ Ása Stórá Carlsen 7-0
74’ Rebekka Fjalsá Benbakoura 8-0
75’ Sarita Maria Mittfoss 9-0
87’ Rebekka Katrine Klein Olsen 10-0
89’ Sarita Maria Mittfoss 11-0

Støðan Betri deildin kvinnur

1. KÍ (12 stig)
2. 07 Vestur (9 stig)
3. EBS/Skála (9 stig)
4. HB (6 stig)
5. B36 (6 stig)
6. Víkingur (3 stig)

5. umfar

07 Vestur - HB (Leygardagin 23. apríl, 14:00)
TB/FCS/Royn - B36 (Sunnudagin 24. apríl, 14:30)
NSÍ - KÍ (Sunnudagin 24. apríl, 16:00)
EBS/Skála - Víkingur (Sunnudagin 24. apríl, 18:00)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2022

44 Leygardagur 23. apríl 2022

FSF skal hava nýggjan forseta

Christian Andreasen hevur í dag boðað feløgunum fram, at hann ikki heldur fram. Tað skrivar in.fo, ið eisini vísir á, at formansskifti helst fer fram eftir næsta aðalfund

Christian Andreasen hevur verið forseti í FSF í tólv ár (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Christian Fríðbjartur Andreasen hevur síðani 2010 verið forseti í Fótbóltssambandi Føroya, men nú bendir alt á, at ein annar persónur tekur yvir lutfalsliga skjótt.

Heimasíðan in.fo skrivar, at Christian F. Andreasen í skrivi hevur boðað feløgunum frá, at hann ætlar at leggja frá sær sum forseti í Fótbóltssambandinum, men at "hann heldur fram til komandi aðalfund, um feløgini ikki ynskja annað".

Í viðmerking við útvarpið sigur núverandi forsetin, at feløgini nú mugu taka støðu til, um tey vilja hava ein nýggjan forseta skjótt, ella um tey bíða til regluliga aðalfundin næsta ár at velja ein annan.

Aðalfundur Fótbóltssambandsins er vanliga í februar. 

Christian Andreasen er eisini virkin í nevnd hjá UEFA. Hann er løgfrøðingur og politikkari, og fyri beint yvir einum mánaði síðani varð toftamaðurin valdur sum nýggjur formaður fyri Fólkaflokkin. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2022

45 Leygardagur 23. apríl 2022

Patrik og Kaj Leo skoraðu báðir í fyrsta umfari

Hjá tvøramanninum, ið hevur fingið góða byrjan í Íslandi, var talan um troystarmál, tí tað var síðsta málið í 4-1 ósigrinum hjá Keflavík. Kaj Leo skoraði til 2-2 í 88. minutti og tryggjaði harvið Akranesi javnleik

Kaj Leo javnaði í gjárkvøldið fyri Akranes við góðum máli (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kaj Leo í Bartalsstovu og Patrik Johannesen hava báðir fingið nýtt felag í vetur. Kaj Leo valdi at halda fram í Íslandi - 30-ára gamli gøtumaðurin er nú á Akranesi - og Patrik flutti úr Noregi.

26-ára gamli tvøramaðurin skoraði heili fimm mál í teimum trimum Liga Cup-dystunum, ið hann spældi í vetur - talan er um eina upphitingarkapping í Íslandi. Patrik skoraði sítt fyrsta landsliðsmál síðst í mars, tá hann avgjørdi venjingardystin móti Liktinstein, og orkumikli leikarin heldur fram við málskjótingini. Tað gekk ikki væl hjá Keflavík á útivølli móti Breiðablik í 1. umfari, men í 77. minutti minkaði Patrik Johannesen, sum var á vøllinum allan dystin í týsdagin, um munin við stútara.

[object Object]
Patrik Johannesen heldur fram við at skora mál (Mynd: Sverri Egholm)

Málið hjá Kaj Leo hevði stig við sær hjá Akranesi. Akranes var á vitjan hjá Stjarnuni, og útiliðið legði seg á odda í fyrra hálvleiki. Um miðjan seinna hálvleik varð støðan tó 2-1, og tað var ikki fyrrenn í 88. minutti, at Akranes svaraði aftur móti favorittunum, og tað var Kaj Leo í Bartalsstovu, sum tryggjaði nýggja liði sínum eitt stig.

Kaj Leo spældi fullan dyst. Sunnudagin skal hann helst aftur í eldin, tá meistararnir Víkingur Reykjavík vitja á Akranesi. Patrik og Keflavík taka ímóti Vali, ið hevur Heimir Gudjónsson sum venjara.

Gunnar Nielsen og FH taptu 2. páskadag í tí fyrsta dystinum í kappingini yvirhøvur. Tað var Víkingur, ið vann 2-1 í tætta dystinum í Reykjavík.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2022

46 Leygardagur 23. apríl 2022

Góður hugburður og ágrýtni er vegurin fram

Áðrenn Hilda Bolstad Mortensen flutti niður at lesa í fjør, hevði hon spælt fimm ár í meistaradeildini hjá Fleyr. Hon slapp á besta liðið sum 15 ára gomul, og tað minnist hon, sum fyrsta stóra sigurin á leiðini

 
SkrivaÐ:

Innsent

Hilda Bolstad Mortensen er 21 ára gomul. Hon er úr Havn, og hevur spælt flogbólt við Fleyr síðani hon var 10 ára gomul. Hilda býr í Aalborg, har hon spælir flogbólt við Aalborg Volley saman við Onnu Larsen úr ÍF. Á liðnum er pláss fyri lívligu føroyingunum, og á tónleikalistanum hevur ”Hon fær ongangtíð nokk” hjá Grandma’s Basement eitt serstakt pláss.

Í gerandisdegnum fyllir flogbóltur, styrkivenjing og lesnaður sera nógv. Hon lesur sálarfrøði á Aalborg Universiteti, og tað er eisini serliga sálarfrøðin, sum hon heldur er spennandi í flogbólti.

– Eg haldi, at flogbóltur snýr seg øgiliga nógv um sálarfrøði. Bæði, tá ið tað kemur til, hvat lið hevur yvirvágina í sjálvsáliti og vilja, men eisini hjá tí einstaka leikaranum, ið skal finna javnvágina ímillum at vera klárur og spentur, men samstundis hava tamarhald á nervunum.

[object Object]

Áðrenn Hilda flutti niður at lesa í 2021, hevði hon spælt fimm ár í meistaradeildini hjá Fleyr. Hon slapp á besta liðið sum 15 ára gomul, og tað minnist hon, sum fyrsta stóra sigurin á leiðini.

– Eg havi lært, at sjálvt um tú ikki er tað størsta bólt-geniið, so kanst tú koma langt, um tú kempar væl. Tað var millum annað tað, ið Romica Øster sá, tá ið hann bjóðaði mær at spæla við bestu deildini. Eg var kanska ikki heimsins besti leikari, men eg bardist um hvønn bólt. Tað er sera týdningarmikið altíð at geva 110%, tí so klárar tú nógv meira, enn tú kanska væntar.

Tá ið Hilda lýtir aftur á sína tíð í flogbóltinum, sær hon hana sum framúr góða. Gjøgnum flogbóltin hevur hon fingið nógvar góðar vinir, og stuttligar upplivingar. Tað stuttligasta heldur hon tó er at sleppa at umboða Føroyar, sum hon hevur fingið møguleika fyri á ungdómslandsliðum og við A-landsliðinum í 2019. Tó var 2020 eitt øgiliga torført ár, tí hon fekk ein skaða á krossbandið beint áðrenn fyrsta A-landsliðsdystin, har hon skuldi byrja inni.

[object Object]

– Álvarsami skaðin lærdi meg, at styrkivenjing er sera avgerandi fyri ein flogbóltsleikara. Styrkivenjing hevur altíð verið ein partur av flogbóltsvenjingini í Fleyr, men tað var ikki nakað, ið eg raðfesti uttanfyri flogbóltin, og tað endaði við einum drúgvum knæskaða. Eg haldi, at tað er sera týdningarmikið, at feløg og venjarar krevja, at leikarar raðfesta styrkivenjing høgt. Styrkivenjing kann fyribyrgja álvarsamar skaðar, og gevur eisini yvirskot í drúgvum dystum.

[object Object]

Á vøllinum er Hilda sum oftast glað og smílandi. Hon er ikki smæðin og rópar hart, hvørja ferð ein bóltur verður vunnin. Hilda heldur, at ein góður eginleiki hjá einum leikara er at vera nakað fyri onnur og stuðla og fegnast saman sum lið.

– Nakað, ið eg serliga havi tikið við mær á leiðini er tað, ið Kristian Mikkelsen segði, tá ið eg var 17 ára gomul. Hann segði, at sum leikari fert tú altíð at uppliva niðurtúrar, og dystir har spælið ikki koyrir eins væl og tú ynskir. Men tú kanst altíð stýra, hvussu tín hugburður og tín atferð er. Tá ið tað gongur minni væl persónliga, kanst tú leggja orku í at fáa aðrar í gott lag. So gert tú í øllum førum okkurt.

Flogbóltur er, og fer nokk altíð at vera ein sera stórur partur av samleikanum hjá Hildu:

– Pápi mín hevur eisini spælt flogbólt í áratíggju, og heima hjá okkum hevur prátið við døgurðaborðið altíð snúð seg um flogbólt. Hetta kundi restin av familjuni ofta ilskast um. Men tað er eisini tað, sum hevur fylt allarmest hjá mær síðan eg var 14 ár, sigur Hilda og flennir.

Spurd um, hvat tað besta er við flogbóltinum, svarar hon við einum smíli:

– Tað má nokk vera føroyska flogbóltsfamiljan – also tey, ið á ymsan hátt eru við til at mynda føroyskan flogbólt. Á vøllinum kunnu vit, á ymsum liðum, vera argastu fíggindar, men tá ið dysturin verður bríkslaður av, so kunnu øll vera vinir og práta saman. Tað er er serliga til úttøkuvenjingar og á landsliðstúrum, at eg havi lært fleiri at kenna og knýtt tøtt vinarbond. Stuttligt er eisini at sígga, tá ið nýggj andlit leggjast afturat flogbóltsfamiljuni, og eg gleði meg at fylgja við nýggjum og ungum evnaríkum leikarum.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2022

47 Leygardagur 23. apríl 2022

Jákup Petur var nógv fyrstur niðan á Sornfelli

Var bert seks sekund seinni enn metið, hóast skaða og trupulleikar við bremsuni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Annan páskadag skipaði Tórshavnar Súkklufelag aftur fyri súkklukapping. Hesa ferð í tíðarkoyring. Teinurin gekk frá Auto Service, eftir Oyggjarvegnum og niðan á Sornfelli. Ein teinur á góðar 17 kilometrar.

Jákup Petur Eliassen vann kappingina leygardagin til Saksunar og niðan á Eiðisskarð, og aftur annan páskadag.

Hesaferð var Jákup Petur bara seks sekund frá metinum á hesum teini. Og tað má metast sum rættiliga gott, tá hugsað verður um, at hann stríðis við einum skaða í tjúkkanum, og at bakbremsan tók í alla tíðina.

- Vegna skaðan eg nú stríðist við, so mátti eg koyra taktiskt. Eg mátti spara meg niðan eftir, og so koyra alt eg átti millum Kleynisvarða og harða teinin niðan á Sornfelli. Taktikkurin eydnaðist, segði ein fegin Jákup Petur við heimasíðuna hjá Tórshavnar Súkklufelag eftir kappingina.

Hilmar Hansen var somuleiðis væl koyrandi, og hann kom á mál góðar tveir minuttir eftir Jákup Petur. Nummar trý hjá monnum gjørdist Casper Rosen. 

Súsanna Skylv gjørdist vinnari hjá kvinnum, og eins og Jákup Petur, so var hon sera væl koyrandi. Hon koyrdi teir 17 kilometrarnar uppá 48 minuttir reint, og brúkti tá bert tvey sekund meira um teinin enn nummar tvey hjá monnum. Sera gott koyrt, og verður hugt eftir strekkjunum hvør sær, so koyrdi hon næst skjótastu tíð frá landsvegnum og teir hálvan fjórða kilometurin niðan á Sornfelli. Hetta er bert 20 sekund seinni enn vinnarin.

Úrslit, Auto Service - Sornfelli, 17 km, menn:
1. Jákup Petur Eliasen, 45 minuttir 52 sekund
2. Hilmar Hansen, 47:58
3. Casper Rosen, 53:42

Úrslit, Auto Service - Sornfelli, 17 km, kvinnur:
1. Súsanna Skylv, 48 minuttir
2. Adél Gyepes, 1 tími 11 minuttir 34 sekund
3. Anita Johannesen, 1:11:51 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2022

48 Leygardagur 23. apríl 2022

Súsanna Eliassen nýggjur ambassadørur fyri Føroyar

Á móttøku fyri Eydnudeildini og Lykkeliga á Hotel Føroyum skírisdag, handaði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu nýggja ambassadørinum prógvið

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Forkvinnan í Eydnudeildini, Súsanna Eliassen, er nýggjur ambassadørur fyri Føroyar. Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn og Tórshavnar kommuna hava skapað eitt netverk við eldhugaðum og motiverandi ambassadørum, sum bjóða Føroyar og Tórshavnar kommunu fram sum eitt stað at halda altjóða fundir, ráðstevnur og tiltøk.

Ítróttartiltøk eru ein náttúrligur og spennandi partur av hesum, sum umframt at savna fólk í Føroyum, eru við til at fremja samanhald, spæligleði, góða heilsu og kappingaranda.

Á móttøku fyri Eydnudeildini og Lykkeliga á Hotel Føroyum skírisdag, handaði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu nýggja ambassadørinum prógvið.

Heðin Mortensen segði m.a., at Eydnudeildin er við til at inkludera ein enn størri part av okkum, sum við hesum eisini fáa sínar ítróttarhetjur og sínar sigrar, sum hava so stóran týdning fyri okkum øll.

Grundgevingin fyri at tilnevna Súsannu Eliassen er:

”Ein Ambassador of the Faroe Islands er heitið fyri hana, sum hevur lovað at arbeiða fyri at fáa eitt altjóða ítróttartiltak, fund ella ráðstevnu til Føroya.
Ambassadørurin er stoltur av Føroyum, har hon býr og virkar.

Hetta hevur Súsanna Eliassen, forkvinna í Eydnudeildini, longu megnað og er tað uppá tíðina, at hon fær handað Ambassadørprógv, sum ein rættur ambassadør.”

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2022

49 Leygardagur 23. apríl 2022

Erik ten Hag tekur yvir í Manchester United

Enska stórfelagið váttar, at nýggjur venjari er settur frá í summar

Erik ten Hag er í løtuni venjari hjá Ajax Amsterdam (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú er tað alment. Núverandi venjarin í niðurlendska felagnum Ajax Amsterdam, 52 ára gamli Erik ten Hag, verður venjari í Manchester United komandi kappingarár. Tað hevur Manchester United váttað á heimasíðu síni.

Sostatt gevst Erik ten Hag í Ajax, har hann hevur verið venjari síðan endan av 2017.

Niðurlendingurin skal royna at reisa Manchester United uppaftur – nakað, ið enn ikki er eydnast síðan ikoniski venjarin Sir Alex Ferguson støðgaði í 2013.

Í løtuni stendur týskarin Ralf Rangnick á odda fyri liðinum. Men tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at hann bara skuldi vera fyribils til ein endalig loysn á venjaraspurninginum varð funnin í summar.

Tá fer Ralf Rngnick í ætlaða leiklut sín sum ráðgevi.

Erik ten Hag hevur í fyrsta umfari fingið sáttmála fram til summarið 2025 við møguleika at leingja við einum ári.

- Tað er ein stórur heiður fyri meg at gerast manager í Manchester United, og eg gleði meg til uppgávuna, sigur Erik ten Hag, sambært Ritzau. 

Síðan Alex Ferguson gavst sum venjari í Manchester United, hava hesir roynt seg:
2013-14: David Moyes
2014: Ryan Giggs (fyribils)
2014-16: Louis van Gaal
2016-18: José Mourinho
2018-21: Ole Gunnar Solskjær
2021: Michael Carrick (fyribils)
2021: Ralf Rangnick (fyribils)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2022