Leygardagur 30. apríl 2022 | Nr. 18 | Árgangur 3 | Kr. 0,00
SíÐa 56
SíÐa 41
SíÐa 13
SíÐa 3
SíÐa 40
SíÐa 34
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Onki bendir á, at ein loysn finst á stríðnum í Ukraina. Hinvegin bendir nógv á, at tað nú verður kríggjast til síðsti ukraini er fallin, rýmdur ella hevur givið seg yvir.
Hetta er ræðuligt. At uppliva slíka ófatiliga aggressión so nær við okkum. Uppaftur meira ræðuligt er tað nú at ásanna, at einki – als einki – røkist fyri vápnafriði í bræði.
Tað er russurin, ið er agressorurin í hesum krígnum – tað verður eftirhondini staðfest av øllum øðrum enn russum sjálvum og teirra allar nærmastu sameindu. Eingin ivi er um, Putin forseti og stýri hansara hava gjørt seg sek í ófyrigevandi gerðum, og tí verður trupult at fáa nakað skilagott samstarv við hetta risaland so leingi núverandi fólk ganga á odda í Kreml.
Okkum so líkt hevur landssins stýri skákað sær undan at taka støðu í stríðnum í eini vón um at trupulleikin fór at loysa seg sjálvan, ella at onkur annar fór at taka avgerðina fyri okkum.
Eins og politikkur landstýrisins mótvegis koronahóttanini varð merktur av tvørrandi vilja at taka nakra sjálvstøðugar avgerðir, er nakað tað sama galdandi nú.
Føroyingar eiga avgerðina verður sagt, men støðan verður ikki tikin. Eftir fleiri vikur við kríggi og ófrættakendum tíðindum av hermótunum, biður landsstýrismaðurin um heimild til at taka støðu í spurninginum uttan yvirhøvur at geva almenninginum eina hóming av, hvørja avgerð hann ætlar at taka. Í staðin fyri at koma við uppskotum um átøk móti Russlandi at taka støðu til, hartar landsstýrismaðurin nú løgtingið, tí floks- og samgongufelagar hansara í uttanlandsnevndin drála við at koma við sínum áliti.
Enn einaferð tykist spælið fyri gallarínum einans vera ein ein roynd at tøva í vónini um at málið fer at loysa seg av sær sjálvum – ella verður loyst av onkrum øðrum.
Tí avgerðin er óbehagilig. Fyrr ella seinni verða Føroyar kroystar til at taka støðu. Spurningurin er heilt einfalt um vit eru fyri ella ímóti Russlandi.
Tað gongur ikki bæði fordøma russisku innrásini og samstundis hava samhandil og fiskivinnusamstarv við russar sum um einki varð hent. Við ikki at vilja taka støðu, eru vit í løtuni at meta sum vinir Russlands, og tað er eisini farið at síggjast aftur í vesturlendskum miðlum hesa vikuna.
Trupulleikin er sjálvandi rætturin til framhaldandi at sleppa at fiska í russiskum øki í Barentshavinum. Føroysk reiðarí hava ovurstór áhugamál her – ongantíð meira enn nú, ætlanin er at endurnýggja Barentshavsflotan.
Men løgið nokk verða hesi viðurskifti nærum ikki tikin upp á tungu í politiska kjakinum. Er orsøkin til, at samgongulimirnir í uttanlandsnevndini drála við at koma aftur við málinum ikki júst tann, at stórur partur av løgtingslimunum hevur tætt tilknýti til menninar, sum hava nógvar pengar upp á spæl, um Barentshavið verður stongt fyri føroyskum fiskiførum?
Tingformaðurin hevur nú sett freist fyri at koma við áliti, um málið skal avgreiðast í hesi tingsetuni. Og freistin er sama dag – mánadagin – sum uttanlandsnevndin hevur kallað umboð fyri meira enn tíggju fyritøkur og felagsskapir umframt løgmann og landsstýrisfólk. Tað er ikki skundur, sum hevur sett dám á hetta málið.
Tað hevði nú verið hópin lættari fyri politisku skipanina av svølgt eitt slíkt mál, um tað var eitt konkret uppskot frá landsstýrismanninum at taka støðu til.
At geva landsstýrismanninum eina heimild tykist vera júst orsøkin til at málið dregur út. Og tað má so vera tekin um, at uttanlandsnevndin ikki hevur fult álit á landsstýrismanninum. Og tað er ein álvarsligur trupulleiki – ikki minst í krígsstøðu.
Forseti skuldi halda fyrilestur í Kongshøll mánadagin - fyrilesturin er nú útsettur í eina viku
- Eg havi fingið kovid. Vaknaði í morgun við krím eyðkennum, turrun hosta, pínu í beinagrindini og dølskni. Tók eina heimatest, og tvær strikur gjørdust týðuligar.
Soleiðis skrivar Íslands forseti, Guðni Th. Jóhanesson á Facebook-vanga sínum seinnapartin í gjár, fríggjadagin.
Hetta kom helst illa við hjá nógvum her heima, tí ætlanin var, at forsetin mánadagin skuldi halda ein vísundaligan fyrilestur í Kongshøll. Hesin fyrilestur verður nú útsettur, fekk Portalurin váttað frá íslendska aðalkonsulátinum í gjár.
Professari í søgu
Áðrenn Guðni Thorlacius Jóhannesson tók við sum forseti í Íslandi í 2016, var hann professari í søgu á lærda háskúlanum í Íslandi, umframt at hann hevur undirvíst á lærda háskúlanum í Reykjavík, Bifröst og á lærda háskúlanum í London. Nøkur ár arbeiddi hann eisini parttíð fyri RÚV sum tíðindamaður.
Guðni hevur skrivað mangar greinar og eisini bøkur um nútímans íslendska søgu. Hann hevur skrivað um toskakríggini, forsetaembætið í Íslandi, fyrrverandi forsætisráðharran, Gunnar Thoroddsen, njósning í Íslandi, fyrrverandi forsetan, Kristján Eldjarn, umframt at hann hevur skrivað eina bók um bankaskrædlið í Íslandi í 2008.
Fyrilesturin, sum forsetin eftir ætlan skuldi halda á Fróðskaparsetri Føroya snýr set um nationalismu í byltingartíð, og hvat vit smáu tjóðir í Norðuratlantshavi kunnu læra hesum viðvíkjandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2022
Kári Fossdalsá úr X Factor og unnustan Áshild Jónsveinsdóttir blivu gjáranáttina foreldur at einari gentu
Hugdi tú eftir X Factor í ár, legði tú ivaleyst merki til stóra búkin hjá Áshild Jónsveinsdóttir sum trúliga stuðlaði unnustanum Kára Fossdalsá hvørt fríggjakvøld.
Áshild varð sett at eiga 28. apríl, men týsnáttina tímdi lítla barnið ikki at bíða meira. Áshild og Kári gjørdust týsnáttina kl. 01:40 foreldur til eina gentu. Hon vigaði 3.390 gramm og var 51 sentimetrar long.
(Mynd: Kári Fossdalsá / Instagram)
Fýra ára gamla Karin Sofía, sum eisini trúføst stuðlaði pápa sínum hvørt fríggjakvøld, hevur sostatt fingið eina systir. Á myndunum, sum Kári hevur lagt á Instagram, sæst ein stolt stórasystir við lítlu didduni í føvninginum.
(Mynd: Kári Fossdalsá / Instagram)
- Mín deiliga dama vísti enn einaferð hvussu sterk hon er, og kláraði tað sera væl. Føðingin gekk skjótt og væl, skrivar føroyska X Factor-stjørnan á Instagram.
- Bæði mamma og dóttir hava tað gott. Karin Sofiía og eg eru so stolt og glað, sigur Kári Fossdalsá.
Kári Fossdalsá gjørdist óvæntað nummar tvey í ársins X Factor-kapping. Í tveimum umførum varð hann í vandabólki, og veddingarfyritøkurnar góvu honum ongan kjans.
Familjan, sum nú telur fýra, býr í Aalborg. Kári Fossdalsá er av Toftum og Áshild Jónsveinsdóttir er úr Klaksvík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2022
Mánadagin 2. mai verður frítíðarlønin útgoldin til 34.235 persónar
Mánadagin 2. mai verða nógvar kontur sum taka seg væl betri út. Tá verður frítíðarlønin nevniliga útgoldin.
Taks upplýsir, at útvið 520 milliónir krónur verða fluttar 34.235 persónum í frítíðarløn.
Hetta eru 21 milliónir og 1.353 persónar fleiri enn í fjør, sigur Taks.
Um ein fær frítíðarløn, ber til at síggja upphæddina á Borgaraglugganum.
Hjá tímaløntum er frítíðarlønin 12 prosent av tí, sum tey hava tjent í innvinngarárinum. Mánaðarlønt fáa eitt frítíðarískoyti upp á 1,5 prosent av lønini, tey hava tjent í innvinningarárinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2022
Talan er um neyðugar tillagingar fyri at halda og menna tænastustøðið
Fyri at menna tænastustøðið, og framtíðartryggja eldrarøktina, tillagar Veks egingjøld hjá borgarum, ið fáa tænastur frá Veks, ið er eldrasamstarvið millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur.
Egingjøldini hava verið tey somu, síðan kommununar yvirtóku eldraøkið í 2015. Síðan tá er kostnaðarstøðið hækkað munandi, uttan at egingjøldini hava fylgt við. Tí er talan um neyðugar tillagingar, um tænastustøðið skal haldast og mennast, skrivar Veks í tíðindaskrivi.
Stýrið í Veks-samstarvinum er mannað av borgarstjórunum og bygdar- og býráðslimum í hesum kommunum. Tað er eitt samt stýri, ið hevur samtykt tillagingarnar.
- Vit vilja tryggja okkara borgarum góð og virðilig eillisár, og okkara starvsfólki góðar arbeiðsumstøður, sigur Jógvan Kruse, stýrisformaður í Veks.
Veks vil støðugt menna tænasturnar til borgararnar. Sum ein liður í hesum bjóðar Veks í næstum dagdvølju í Vestmanna og í Streymnesi. Dagdvølja er eitt dagtilboð til borgarar, ið búgva heima, men hava tørv á samveru og hjálp í dagtímunum. Eitt av nýggju gjøldunum er fyri hesa tænastu.
Umframt dagføringar av summum egingjøldum, verða nøkur nýggj gjøld ásett, eitt nú fyri reingerð, inkontinent vørur, umframt eitt gjald fyri útbúnað og innskriving.
Nýggju egingjøldini eru galdandi frá 1. juli 2022.
Nýggj gjøld
Sambært heimasíðuni hjá Veks verða broytingar ikki gjørdar í núgaldandi gjøldunum fyri búpláss, heimahjálp og umlætting.
Men tað koma nøkur gjøld afturat.
Fyri búpláss kemur eitt innskrivingargjald á 1.500 krónur umframt dagsgjald fyri útbúnað og mánaðargjald fyri reingerð, og ein kostnaður á helmingin fyri inkontinens-vørur.
Í umlættingini verður eisini eitt innskrivingargjald umframt dagsgjald fyri útbúnað og reingerð, og helvtargjald fyri inkontinens-vørur.
Borgarar, ið gera brúk av dagdvølju-tilboðnum skulu rinda 140 krónur um dagin fyri uppihald og mat og 30 krónur fyri koyring.
Einasta veruliga hækking gjaldinum er mattænastan fyri heimabúgvandi, ið hækkar úr 45 krónum til 60 krónur um dagin frá 1. juli at rokna. Heimabúgvandi skulu nú eisini rinda helvtarprís fyri inkontinens-vørur.
Egingjøldini hjá Veks kunnu síggjast her https://veks.fo/105
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2022
Londini eru samd um at taka undir við altjóða revsitiltøkunum, sum vesturheimurin hevur sett í verk ímóti Russlandi. Tað var ein niðurstøða, tá Bárður á Steig Nielsen, løgmaður hitti Katrína Jakobsdóttir, íslendska forsætisráðharran í Reykjavík í dag.
Føroyar og Ísland eru samd um at taka undir við altjóða revsitiltøkunum, sum vesturheimurin hevur sett í verk ímóti Russlandi. Tað var ein niðurstøða, tá Bárður á Steig Nielsen, løgmaður hitti Katrína Jakobsdóttir, íslendsku forsætisráðfrúuna í Reykjavík í vikuni. Tosa varð m.a. russisku innrásina í Ukraina og hvørjar búskaparligu avleiðingar innrásin hevur fyri Føroyar og Ísland.
Bæði Føroyar og Ísland taka ímóti flóttafólkum úr Ukraina. Avrátt varð, at føroyskir og íslendskir myndugleikar í næstum fara undir eina tilgongd, har vitanin og royndirnar á flóttafólkaøkinum koma báðum pørtum til gagns.
Løgmaður og íslendski forsætisráðharrin eru eisini á einum máli um at styrkja samstarvið millum Føroyar og Ísland, tá ið tað snýr seg um handil, gransking, mentan og útbúgving.
Føroyingar og íslendingar hava nógv í felag, málsliga, mentanarliga, søguliga og sum samfeløg við felags áhugamálum í Norðuratlanshavi. Mongu felags áhugamálini eru haldgott grundarlag undir einum framhaldandi góðum samstarvi.
- Harðrenda russiska innrásin í Ukraina hevur álvarsamar avleiðingar fyri okkum í Norðuratlantshavi. Ísland er okkara brøðratjóð, og tí er tað avgerandi, at vit halda á við at styrkja samstarvið og sambandið við Ísland. Við stóru broytingunum úti í heimi í huga, hevur tað stóran týdning, at vit leggja nógv fyri at finna eitt felags stev við allar okkara grannar í Norðuratlantshavi, heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Tíðindaskriv frá Løgmansskrivstovan
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2022
Bretar vilja styrkja samstarvið við Føroyar, var greiða niðurstøðan á øllum fundunum, sum løgmaður fyrradagin hevði við bretskar politikarar í London
Saman við Angus MacNeil, ið er formaður føroyanevndini og handilsmálanevndini í bretska undirhúsinum, hevði løgmaður fund við formannin í uttanlandsnevndini í bretska undirhúsinum, Tom Tugendhat.
Løgmaður greiddi frá um Føroyar, og vísti á, at frá føroyskari síðu ynskir man at betra um handilssamstarvið við Bretlandi, til gagns fyri báðar partar. Eitt nú við at fáa í lag eina betri handilsavtalu. Tugendhat gjørdi greitt, at Bretland ynskir tættari samstarv við Føroyar, og staðfesti samstundis at Føroyar hava týðandi trygdarpolitiskan týdning í Noðuratlantshavi.
Á fundinum við føroyanevndina greiddi løgmaður frá støðu Føroya í mun til at seta handilstiltøk í verk móti Russlandi. Løgmaður gjørdi greitt, at Føroyar fylgja vesturheiminum og ES. Eisini nýtti løgmaður høvi til at greiða frá føroysku sjónarmiðunum í mun til springaradráp, og um serøkið sunnanfyri Føroyar. Eitt mál sum bretskir tinglimir hava víst serligan ans í seinastuni.
Seinnapartin hevði løgmaður fund við Bretska ráðharran Michael Gove, ið áður hevur vitjað í Føroyum. Teir umrøddu hvussu Føroyar og Bretland kunnu styrkja samstarvið í mun til handil og fiskiveiðu, men eisini í mun til dygdargóðar loysnir fyri infrakervi og telesamskifti, har Føroyar eru millum fremstu lond.
Um kvøldið skipaði Sendistova Føroya fyri serligum flaggdagshaldi, har dentur varð lagdur á bretsku hersetingina undir seinna heimsbardaga.
Í røðu síni vísti løgmaður m.a. á, tað tætta søguliga samband ið er millum Føroyar og Bretland, og vísti á tann stóra týdning, ið Føroyar høvdu fyri Bretland undir seinna heimsbardaga. Serliga legði løgmaður dent á tann stóra kostnað fyri Føroyar, tá føroysk skip sigldu vandasigling til Bretlands við fiski. Føroyar mistu 25 skip og umleið 200 føroyskir sjómenn lótu lív. Meiri enn ein 20% av øllum fiskinum ið bleiv etin í Bretlandi undir krígnum, kom úr Føroyum.
Tíðindaskriv frá Løgmansskrivstovuni
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2022
Skulu vit døma eftir uppmøtingini - ikki færri enn fýra landsstýrismenn vóru tilstaðar, tá nýggj vinnufrágreiðing varð løgd fram - so kann av røttum sigast, at tað er stórur politiskur umframt vinnuligur áhugi fyri vakstrarmøguleikum í maritimu veitaravinnunum
Fríggjadagin var sera áhugaverd framløga á Hotel Hafnia, har ein av bólkunum undir “Vakstrarforum” tiltakinum undir løgmanni legði fram frágreiðing um sítt arbeiði.
Talan er um teir mongu møguleikarnar, sum liggja í eini framtíðar føroyskari veitaravinnu. Forkvinnan í bólkinum, Esther Dahl, greiddi frá grundarlagnum fyri arbeiðinum og teimum ymsu niðurstøðunum.
Løgmaður Bárður á Steig Nielsen legði fyri, og vísti á stóra týdningin sum veitaravinnurnar hava fyri Føroyar og gav síðani orðið til Esther Dahl, forkvinnu í arbeiðsbólkinum (Mynd Jan Müller)
Ein teirra er at seta á stovn “Export Faroe Islands”, sum eitt nú skal: Fremja hugburð í mun til útflutning, fremja málrættað arbeiði við útflutningi, økja um møguleikan hjá fyritøkum at útflyta og skapa málrættað fokus á útflutning á føroysku sendistovunum.
Løgmaður hittir tríggjar av leiðandi vinnulivsmonnunum í landinum, Mouritz Mohr frá Mest, Rúna M. Hansen frá Tjaldur og Bakkafrost og Jens Meinhard Rasmussen frá Skansi Offshore og Smyril Line (Mynd Jan Müller)
Skotið verður upp at játta 5 milliónir krónur til at seta á stovn nýggja føroyska útflutningsstovnin.
Í 10 tilmælum verður annars m.a sagt í frágreiðingini:
- Trygggja at føroyska fiskivinnan er burðardygg, soleiðis at hon framhaldandi verður ein drívmegi fyri føroyska vinnu sum heild.
- Tryggja at føroyska alivinnan er burðardygg og fær bestu treytir at arbeiða undir.
- Styrkja og menna grundarlagið undir eini føroyskari shippingvinnu
- Arbeiðast skal fyri, at Føroyar fáa dupultskattaavtalur við allar viðkomandi marknaðir.
- Ein miðallong útbúgving innan logistik og shipping eigur at verða sett á stovn í Føroyum.
- Miðallangar tøkniligar útbúgvingar eiga at verða mentar – serliga innan automatisering.
- Stuðla undir at maritima avtakaravinnan eftirspyr grønar loysnir.
- At leggja seg eftir at útbúgva føroyingar innan grøna tøkni og á henda hátt fremja grønar loysnir.
- Kanna á hvørjum økjum innan nýggju vinnugreinina “avrigging” Føroyar eru serliga kappingarførar.
Í bólkinum, sum hevur arbeitt við vakstrarmøguleikum í maritimu veitaravinnunum eru: Esther Dahl, forkvinna, Suni Justinussen, Jens Meinhard Rasmussen, Gudny Langgaard, Mouritz Mohr og Bjarni Mortensen, skrivari.
Birta uppundir virðisøking
Tað var annars Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum fyri góðum ári síðani tók stig til at seta á stovn ein bólk við vinnulívsfólki, sum skuldi seta út í kortið framtíðar føroyskar vinnumøguleikar undir heitinum “Vastrarforum”. Hetta er eisini ásett í samgonguskjalinum hjá hesum landsstýrinum.
Endamálið við Vakstrarforum er at birta upp undir virðisøking í týdningarmiklum geirum, siðbundnum vinnum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum á burðardyggari grund. Vakstrarforum er tíðaravmarkað til hálvt annað ár – tað skal virka frá februar 2021 til juni 2022, tá ið ítøkilig uppskot um virðisøking skulu vera komin burturúr. Stovnan av vakstrarforum er ásett í samgonguskjalinum.
Í Vakstrarforum sita fólk við servitan úr ymiskum vinnugreinum, arbeiðsmarknaði, gransking, íverksetan, orku, burðardygd og øðrum.
Vakstrarforum hevur eftir ætlan fýra fundir í 2022. Virksemið er ikki avmarkað til høvuðsfundirnar. Vakstrarforum setir arbeiðsbólkar at arbeiða málrættað og ítøkiliga við útnevndum vakstrarøkjum. Hesir gera síðani eina greining av møguleikum, avbjóðingum og leggja fram uppskot um, hvussu vakstrarøkið kann mennast.
Løgmansskrivstovan og Umhvørvis- og vinnumálaráðið samskipa arbeiðið.
Higartil eru fýra frágreiðingar komnar burtur úr arbeiðnum. Hesar snúgva seg um havið, KT, vinnuferðavinnu og nú eisini veitaravinnu.
Limir í Vakstrarforum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2022
Føroysku peningastovnarnir rinda í løtuni 0,6 prosent í rentu fyri at hava pening standandi á bók hjá Nationalbankanum. Tí krevja føroysku peningastovnarnir eisini í løtuni negativa rentu fyri innlán frá sínum kundum. Í 2021 var inntøkan av negativum rentum tilsamans 75,2 milliónir krónur
Renturnar, sum bankarnir bjóða kundum sínum, fylgja vanliga rentuni hjá Nationalbankanum, meðan rentan hjá Nationalbankanum fylgir tí hjá Evropeiska miðbankanum.
Innlán, sum ein peningastovnur ikki fær lænt út ella sett í virðisbrøv og líknandi, verða flutt á konto í Nationalbankanum, og í løtuni skulu peningastovnarnir rinda 0,6 prosent fyri tað (foliorentan er -0,6 prosent).
Í løtuni krevja føroysku peningastovnarnir negativa rentu fyri innlán, ið fara upp um eina ávísa upphædd.
Talvan niðanfyri vísir inntøkurnar av negativu rentunum hjá føroysku peningastovnunum í 2020 og 2021.
Í 2021 hava húsarhaldini og vinnan rindað áleið somu upphædd í negativum rentum. Innlánini hjá húsarhaldinum vóru í miðal 11,7 milliardir krónur og hjá vinnuni 4,3 milliardir krónur í 2021.
Kelda: Landsbankin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2022
Úrslitið fyrstu tríggjar mánaðirnir gjørdist 48 milliónir krónur eftir skatt
Ársins fyrstu tríggir mánaðir royndust væl hjá BankNordik-samtakinum. Grundraksturin batnaði við 30 prosentum, og úrslitið eftir skatt gjørdist 48 milliónir krónur.
- Árið hevur higartil roynst væl, og vit eru væl nøgd við, at tað hevur eydnast okkum at betra grundraksturin munandi. Hóast útlitini fyri árið sum heild eru góð, so merkir kríggið í Ukraina, at tað í løtuni er torført at meta um, hvussu meint støðan fer at ávirka føroysku útflutningsvinnuna og harvið búskapin, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Stórur áhugi fyri orkusparing
Kríggið í Ukraina hevur sum kunnugt havt ein methøgan oljuprís við sær, og tað er vorðið dýrari fyri føroysku húsarhaldini at hita bústaðin við olju. Alt eftir, hvussu oljuprísurin fer at laga seg frameftir, kunnu útreiðslurnar hjá einari vanligari familju økjast við fleiri túsund krónum um árið.
Ein nýggj kanning hjá BankNordik vísir, at umleið 50 prosent av føroyingum hava ætlanir um at gera orkusparandi ábøtur á bústaðin sum t.d. at bjálva og skifta orkuskipan ella vindeygu. Ein forðing er tó, at íløgan í nýggja orkuskipan kann vera dýr.
- Sum peningastovnur hava vit ein týðandi leiklut í grønu umstillingini, og vit leggja stóran dent á at gera tað lætt hjá okkara kundum at velja burðardyggar loysnir. Tí bjóða vit eitt nú orkulán við serliga lagaligari rentu til nýggja orkuskipan, vindeygu, bjálving og annað. Eisini varpa vit ljós á evnið á almennum tiltøkum, sum eru kring landið í hesum døgum, har øll eru vælkomin, sigur Árni Ellefsen.
Árni Ellefsen, forstjóri
Roknskapurin í stuttum
- Úrslitið fyri skatt gjørdist 60 mió. kr., samanborið við 117 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør, tá ið 77 mió. kr. stavaðu frá stakinntøkum
- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 49 mió. kr. samanborið við 38 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør
- Niðurskrivingar vórðu afturførdar fyri 10 mió. kr. samanborið við 3 mió. kr. í niðurskrivingum sama tíðarskeið í fjør
- Rakstrarúrslitið gjørdist 59 mió. kr. samanborið við 34 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør
- Útlánini hækkaðu úr 7,5 mia. kr. sama tíðarskeið í fjør til 7,7 mia. kr.
- Realkredittlán hækkaðu úr 2,4 mia. kr. sama tíðarskeið í fjør til 2,7 mia. kr.
- Innlánini hækkaðu úr 7,5 mia. kr. sama tíðarskeið í fjør til 8 mia. kr.
- Bankin hevur áður boðað frá, at nettoúrslitið fyri 2022 væntandi verður 130-160 mió. kr. Eftir góða roknskaparúrslitið fyri 1. ársfjórðing verður tað væntandi í hægra enda av spenninum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2022
Tvær milliónir vóru lutaðar út sum vinningsbýti til eigararnar
Bilrøkt byrjaði sítt virksemið í 2005 við reingerð av bilum og brúktbilasølu. Í 2007 var flutt út á Stiðjagøtu har felagið síðani hevur bygt støðugt út, og í dag hevur eina nýmótans bilsølu og verkstað.
Bilrøkt hevur í dag umboð uppá bilmerkini Kia, MG og Isuzu. Í 2021 seldi Bilrøkt samanlagt 304 bilar.
Roknskapurin hjá Spf. Bilrøkt fyri 2021 vísur, at bruttovinningurin øktist úr 11,1 milliónum krónum til 11,7 milliónir, sum er ein vøkstur á 5,3 prosent.
Starvsfólkakostnaðirnir øktust úr 6,1 milliónum í 2020 til 7 milliónir krónur í 2021, sum er ein vøkstur á 14 prosent. Sambært heimasíðuni er starvsfólkatalið í Bilrøkt tilsamans 22 starvsfólk.
Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt Ebidta, var 4,7 milliónir, sammett við 4,9 milliónir krónur í 2020, sum er ein fall á 5,7 prosent.
Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt avlop á 2,3 milliónir krónur sammett við 2,8 milliónir í 2020.
Aðalfundurin hevur samtykt at luta 2 milliónir krónur av ársúrslitinum út til eigararnar sum vinningsbýti.
Fíggjarjavnin hjá Spf. Bilrøkt er øktur úr 20 milliónum í 2020 til 24,1 milliónir krónur í 2021.
Støðisognirnar eru øktar úr 4,1 milliónum í 2020 til 5,7 milliónir krónur í 2021.
Ognir í umferð eru øktar úr 15,8 til 18,3 milliónir krónur í 2021. Serliga kann síggjast at vørugoymslurnar og áogn er økt í 2021.
Spf. Bilrøkt er rímuliga væl fyri fíggjarliga, har eginognin í 2021 er 9,8 milliónir krónur. Trygdarevnið er tískil 40,1 prosent, sum verður roknað at verða gott.
Felagið hevur onga langfreistaða skuld. Føstu ognirnar eru ogn hjá Spf. Bilrøkt Fastogn og Spf. Bilrøkt leigar sostætt ognirnar.
Stuttfreistaða skuldin í Sp. Bilrøkt er økt úr 10,6 milliónum í 2020 til 13,8 milliónir krónur í 2021.
Stjóri í Spf. Bilrøkt er Jákup á Borg. Felagið hevur onga nevnd.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen hjá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2022
Fiskiskapurin var vánaligur í mars – við 22.883 tonsum komu minni enn helmingurin av miðal hesi seinastu átta árini upp á land
Mars mánaður var ein vánaligur mánaður til fiskiskap. Hagstovan hevur í dag kunngjørt nýggjastu veiðitølini, og tey vísa, at tað komu 22.883 tons upp á land til eitt virði á 175,2 milliónir krónur.
Hetta er óvanliga lítið fyri ein mars mánað, um sammett verður við tey átta árini frammanundan, sum uppgerðin hjá Hagstovuni vísir.
Vanliga eru tað summarmánaðirnir, sum eru teir lakastu, hvat avreiðingum viðvíkir, og úrslitið fyri mars í ár er á hædd við hesar mánaðirnar í átta ára skeiðinum frammanundan.
Frá 2015 til og við í ár hevur eru tað í miðal komin góð 52.000 tons av fiski upp á land í mars mánaði. Men mars í ár nær ikki eingang upp á helmingin av miðaltalinum.
Besti mars mánaður síðan 2015 var í 2018, tá 77.350 tons komu upp á land.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2022
Í mun til fjórða ársfjórðing í 2021 eru prísirnir í miðal øktir 2,3 prosent, ið er størsti prísvøkstur, sum er máldur millum tveir ársfjórðingar
Fyrsta ársfjórðing í ár vaks brúkaraprístalið 4,4 prosent í mun til sama ársfjórðing í fjør. Eftir einum ári eru prísir í heili 11 av 12 vøru- og tænastubólkum øktir, meðan prísir á útbúgving standa í stað.
Tað er serliga prísvøksturin á 14,3 prosentum á vørubólkinum ‘býli’, sum er orsøk til stóru broytingina í prístalinum. Aftan á hesum koma prísir á vørum og tænastum innan ‘húsbúnað, húsarhaldstólum o.l.’, ‘samskifti’ umframt ‘klædnavørum og fótbúnað’, sum eru øktir við ávikavist 5,4, 4,5 og 3,9 prosentum, skrivar Hagstovan.
Vørubólkurin býli fyllir mest aftan á mat og drekka, tá brúkaraprístalið verður roknað. Undan fíggjarkreppuni í 2009 var brúkaraprístalið fyri býli í hæddini – 135,2 – meðan tað fyrsta ársfjórðing í 2022 er 125,7. Sostatt er tað ikki á sama stigi sum tá, men vøksturin hevur av álvara tikið dik á seg síðan fyrsta ársfjórðing í fjør.
Á sama støði sum Ísland, Svøríki og Finnland
Í mun til onnur lond, ið vit í Føroyum vanliga samanbera okkum við, er seinasta uppgjørda árliga broytingin í brúkaraprístalinum á sama støði sum í Finnlandi, Svøríki og Íslandi.
Í Danmark er árliga broytingin í brúkaraprístalinum tó nakað hægri – 5,3 prosent – meðan árliga broytingin í Noregi er nakað lægri – 3,5 prosent.
Nýggjasta uppgerðin av brúkaraprístalinum vísir eisini, at prísirnir í miðal eru øktir 2,3 prosent í mun til fjórða ársfjórðing í 2021, og tað er størsti prísvøkstur, ið er máldur millum tveir ársfjórðingar. Annan og triðja ársfjórðing í 2008, beint undan alheimsfíggjarkreppuni, var hesin vøkstur 2,2 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2022
Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Yrkisdeplinum. Fyrsta ársfjórðing í ár vórðu 137 nýggir lærusáttmálar skrásettir
Fleiri og fleiri fara í holt við at fáa sær eina yrkisútbúgving í Føroyum. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Yrkisdeplinum, sum varðar av lærusáttmálunum ímillum lærupláss og lærlingar innan yrkisútbúgvingar í Føroyum.
Fyrsta ársfjórðing í ár vórðu 137 nýggir lærusáttmálar skrásettir, og hetta er nýtt met. Talan er um eina lítla hækking frá sama tíðarskeiði í fjør, tá 124 nýggir lærusáttmálar vórðu gjørdir, og samanumtikið hevur ein hækking verið á hvørjum ári síðani 2018, tá ið 100 nýggir lærusáttmálar vórðu gjørdir fyrsta ársfjórðing.
Síðstu fýra árini eru lærlingar serliga farnir í læru sum sølufólk og húsasmiðir, men fyribils hagtølini fyri 2022 vísa, at tað í løtuni er serliga væl umtókt at fara í læru sum maskinsmiður og elektrikari. Hesi yrkini hava saman við skrivstovuyrkinum verið ímillum fimm tey best umtóktu síðstu fýra árini, og tilsamans eru árliga umleið 70 prosent av øllum nýggjum lærusáttmálum innan hesi fimm yrki. Her kann leggjast afturat, at nógvar sergreinar eru undir yrkinum skrivstova, handil og tænasta.
Av størru yrkjunum eru tað serliga bakari, hárfríðkari og snikkari, sum eru minkað nógv síðstu árini, meðan kokkur, móttøkufólk, elektrikari og kt-supportari hinvegin eru vaksin nógv.
Hagtølini vísa, at serliga maskinsmiðir eru ungir, tá ið teir fara í læru. Síðstu fimm árini hava maskinsmiðir verið í miðal 18,42 ára gamlir, tá ið teir eru farnir í læru, meðan tey, sum fara í skrivstovulæru, byrja nakað væl seinni. Tey eru í miðal 27,3 ára gomul, tá ið tey byrja í læru.
2022: 137
2021: 124
2020: 110
2019: 109
2018: 100
2022
Maskinsmiður – 26, miðalaldur: 18,6 ár
Húsasmiður – 25, miðalaldur: 21,1 ár
Elektrikari – 24, miðalaldur: 20,4 ár
Skrivstovufólk – 18, miðalaldur: 25,9 ár
Sølufólk – 14, miðalaldur: 23,1 ár
2021
Maskinsmiður – 20, miðalaldur: 18,6 ár
Húsasmiður – 20, miðalaldur: 19,5 ár
Elektrikari – 19, miðalaldur: 21,8 ár
Sølufólk – 14, miðalaldur: 24,1 ár
Skrivstovufólk – 11, miðalaldur: 29,5 ár
2020
Maskinsmiður – 23, miðalaldur: 17,3 ár
Húsasmiður – 23, miðalaldur: 21,2 ár
Elektrikari – 21, miðalaldur: 19,7 ár
Sølufólk – 13, miðalaldur: 24,1 ár
Skrivstova – 8, miðalaldur: 24,8 ár
2019
Elektrikari – 27, miðalaldur: 21,1 ár
Maskinsmiður – 20, miðalaldur: 19,5 ár
Sølufólk – 17, miðalaldur: 21,9 ár
Skrivstova – 10, miðalaldur: 27,0 ár
Húsasmiður – 8, miðalaldur: 20,3 ár
2018
Húsasmiður – 18, miðalaldur: 22,5 ár
Maskinsmiður – 16, miðalaldur: 18,1 ár
Sølufólk – 14, miðalaldur: 23,6 ár
Elektrikari – 13, miðalaldur: 21,0 ár
Skrivstova – 12, miðalaldur: 29,3 ár
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2022
Í nøkur ár hevur Trivnaðargrunnurin fyri sjúklingahotellið Tórshavn savnað pening inn, og loksins hevur tað borið til at keypa ein spildurnýggjan buss at koyra sjúklingar og avvarðandi á útferðir í danska høvuðsstaðnum
Trivnaðargrunnurin fyri Sjúklingahotellið Tórshavn, sum hevur til endamáls at betra um trivnað fyri sjúklingar og avvarðandi teirra, hevur fingið spildurnýggjan Sóljubuss.
Bussurin skal avloysa tann gamla, sum hevur koyrt sjúklingar og avvarðandi til kirkjur og samkomur sunnudagar, og tikið teir við á útferðir, meðan tey hava verið í Keypmannahavn.
– Í nøkur ár hava vit savnað pening, so vit kundu keypa nýggjan buss, sum fer at avloysa gamla bussin, og fyri fyrstu fer í 20 ára longu søgu grunnsins hava vit nú keypt ein spildurnýggjan buss við teimum hentleikum, sum ein slíkur bussur skal hava, skrivar grunnurin í tíðindaskrivi.
Grunnurin hevur virkað síðan 2004, men seinastu tvey árini hevur nærum einki virksemi verið orsakað av koronafarsóttini, sum forðaði teimum í at skipa fyri tiltøkum og útferðum.
Men nú nýggi bussurin er komin, varð í gjár skipað fyri almennari móttøku í hesum sambandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2022
11.800 gistinætur vóru á gistingarhúsum í Føroyum í mars. Hetta er ein vøkstur upp á 23 prosent í mun til sama mánað í fjør
Í mars í 2022 vóru gistinæturnar 11.800 í tali á gistingarhúsunum. Tað er ein vøkstur upp á 23 prosent í mun til sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan.
Góð 39 prosent av kømrunum á gistingarhúsunum vórðu brúkt í mars, samanborið við 29 prosent í fjør.
Gistinæturnar vóru góðar 2.200 gistinætur fleiri samanborið við sama mánað í 2021. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í mars vóru 95 prosent av gistingunum á gistingarhúsum í Tórshavnarøkinum.
Føroyingar áttu gott 4.600 ella 39 prosent av gistináttunum á gistingarhúsunum í mars. Talið av gistináttum hjá føroyingum minkaði við 22 prosentum í mun til mars í 2021.
Hinvegin tvífaldaðist talið av gistináttum hjá dønum, og talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Danmark vaks við 62 prosentum samanborið við í mars í fjør.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2022
Tað vísir Spyr.fo kanning hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi
42 prosent av føroyingum halda, at myndugleikarnir eiga at seta strangari krøv til útflutningsfyritøkur um, hvønn tær útflyta til. Tað vísir Spyr.fo kanning, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur gjørt.
35 prosent taka tó ikki undir við hesum, og heili 23 prosent siga seg ikki vita.
Eftir russisku innrásina í Ukraina hevur verið nógv kjak um føroyska útflutningin til Russlands. Eisini hava ES-lond stundum átalað, at so stórur partur av okkara útflutningi fer til Russlands, og í seinastuni hava ákoyringar á føroysku myndugleikarnar verið úr Bretlandi og Danmark.
Nú eru føroyskar fyritøkur, sum fyribils hava valt russiska marknaðin frá. Men eftirspurningurin úr Russlandi er sum heild eisini minkaður eftir innrásina.
Eiga vit at velja ávísar marknaðir frá? Hvussu er samanrenningin millum virðir og handil? Og fara virðir at fylla meira í uttanríkis- og handilspolitikki komandi árini?
Hesi eru millum evnini, sum verða sett á skrá á ráðstevnuni ”Sig mær hvørjum tú fylgist við” mikudagin 4. mai kl. 15 á Hotel Føroyum.
Tað er Javnaðarflokkurin á fólkatingi, sum skipar fyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2022
Flakarnir skulu taka 700 tons av fóðri hvør, og framkomna tøknin umborð verður framleidd á Kambsdali
Føroyska fyritøkan JT electric byggir tveir nýggjar fóðurflakar til alifyritøkuna Luna.
Flakarnir skulu taka 700 tons av fóðri hvør, og framkomna tøknin umborð verður framleidd av starvsfólkunum á Kambsdali. Talan er um ein nýggjan kapitul hjá JT electric, ið ætlar sær at taka kappingina upp við altjóða fyritøkur, sum byggja nýggjar flakar til alifyritøkur kring heimin.
- Vit fegnast um at Luna hevur valt okkum sum heildarveitara av hesum flakunum. Hetta gevur okkum royndir við nýbygningum, so vit kunnu taka næsta stig í okkara vakstrarætlan, ið er at vera føroyskur veitari av nýbygningum til alifyritøkur á altjóða marknaðinum, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric.
Sáttmálin millum JT electric og Luna varð undirskrivaður um ársskifti, og eftir ætlan skulu nýbygningarnir leverast longu í summar.
- Vit hava arbeitt tætt saman við starvsfólkum hjá Luna tað seinasta hálvárið, sigur Ólavur Thomsen, sum sjávur hevur leitt hesar stóru verkætlanir hjá JT electric.
- Tað sum byrjaði við tekningum í fjør, er nú ein ítøkilig framleiðsla við okkara dugnaligu starvsfólkum í Pólandi.
Í sambandi við vaksandi virksemi hjá JT electric, hava tey stovnað eitt dóttirfelag í Pólandi við framleiðslu og skrivstovum í býunum Szczecin og Świnoujście. Har eru eini 60 fólk knýtt at felagnum í samband við framleiðslu av hesum nýbygningum.
Seinastu árini hevur JT electric keypt og umbygt 14 skip til fóðurflakar til harðrenda føroyska veðurlagið. Hetta er fyrstu ferð, at fyritøkan fer í holt við at gera nýbygningar, ið annars er meira vanligt á øðrum marknaðum. Føroysku loysnirnar eru tó sermerktar við, at tær eru mentar til mest útsettu aliøkir í heiminum, tá tað kemur til aling á sjónum.
JT electric er ein føroysk fyritøka við 70 fólkum í starvi, sum mennir tøkni til alivinnuna. Felagið hevur deildir í Føroyum, Danmark, Skotlandi og Polandi.
JT electric hevur longu tikið fyrsta lopið út um Føroyar í samband við sølu av fóðurflakum. Ein fóðurflaki skal leverast til Íslands í mai mánaði. Framkomna sjálvvirkandi fóðurskipan, sum er ment av starvsfólkum hjá JT electric á Kambsdali, verður eisini dagliga brúkt til at fóðra á leið 80 milliónum laksum í alibrúkum í Føroyum, Skotlandi, Íslandi, Noregi og Kanada.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2022
Tveir ljóðpottar til ljósmotorar eru skiftir út. Nýggju ljóðpottarnir ljóðdoyva nógv betur enn teir gomlu
Tróndur í Gøtu hevur ligið á skipasmiðjuni hjá Mest á Skála í fýra vikur, har tveir ljóðpottar til ljósmotorar eru skiftir út. Annar ljósmotorurin, sum hevur fingið nýggjan ljóðpott, er 1.110 KW, og tann størri er 1.480 KW.
Arbeiðið kostaði 1,2 milliónir krónur, upplýsir Varðin á heimasíðuni.
Tróndur í Gøtu varð bygdur í 2010. Tá, fyri 12 árum síðan, var standardurin 35 dB ljóðpottar til ljósmotorar. Eisini innan hetta økið fer nógv menning og nýskapan fram.
Nýggju ljóðpottarnir eru 45 dB og ljóðdoyva nógv betur enn teir gomlu. Hetta løgdu fleiri fólk, sambært Varðanum, merki til á Tvøroyri í morgun.
- Skiparin er fegin um arbeiðið, sum Mest hevur gjørt, og at teir fingu loyst á Skála leygardagin 23 apríl, skrivar vardin.fo.
Tróndur í Gøtu kom inn á Tvøroyri í gjár, og byrjaðu tey á Varðanum Pelagic at landa tey 1.600 tonsini sum skipið hevur í morgun. Allur svartkjafturin fer til matna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2022
Jákup Sverri gjørdi ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar suður í bretskan og írskan sjógv fyri páskir
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av smáum svartkjafti í føroyskum øki í ár.
Tað skrivar Havstovan á heimasíðuni.
Talan er serliga um 2020 árgangin og so eisini 2021 árgangin. Hetta er fyri tað mesta óbúgvin fiskur, sum stendur víða um í sunnara parti av føroyskum øki og nakað suður um markið. Miðallongdin var einans 23 sentimetrar og miðalvektin 80 gramm í kannaða økinum.
Longur suðuri var svartkjaftur at síggja eystanfyri, fram við írsku og skotsku hellingini, meðan sera lítið var úti á djúpum sjógvi. Her var talan um nakað størri svartkjaft, sum hevði gýtt.
Fyribilsúrslitini frá hinum rannsóknarskipunum, sum kannaðu økini longur suðuri í írskum sjógvi, vístu, at gýtandi svartkjaftur var at síggja á leiðunum vestur og norður av Porcupine bankanum.
Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Spania. Endaligu úrslitini frá felags kanningunum verða tøkar, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2022
Á ársaðalafundi 20. apríl stóðu Christian Danielsen og Jannis Moraitis fyri vali, og vórðu báðir afturvaldir
Nevndin í Sjóvinnufelagnum heldur fram óbroytt eftir ársaðalfundin hjá felagnum, sum varð hildin í Vinnuhúsinum mikudagin 20. apríl.
Nevndin í Sjóvinnufelagnum er mannað soleiðis:
Á ársaðalfundinum stóðu Christian Danielsen og Jannis Moraitis fyri vali, og vórðu teir báðir afturvaldir, skrivar Vinnuhúsið.
Sjóvinnufelagið er vinnugreinafelag, sum umboðar seráhugamálini hjá føroyskum fyritøkum, ið selja vørur og tænastur til vinnu á sjóøki nærhendis Føroyum umframt Arktis.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2022
Eingin broyting varð gjørd í nevndini eftir ársaðalfundin 21. apríl
Hósdagin 21. apríl hevði Handilsvinnufelagið ársaðalfund í Vinnuhúsinum, og ongar broytingar vórðu gjørdar í nevndini.
Eyðvør Berg, forkvinna, Gunnar Mohr, nevndarlimur, og Bergur R. D. Jensen stóðu fyri vali, og vórðu tey øll afturvald, skrivar Vinnuhúsið.
Nevndin í Handilsvinnufelagnum er skipað soleiðis:
Frá vinstru: Bergur D. Jensen, Claus V. Christensen, Eyðvør Berg, Gunnar Mohr og Áki V. Poulsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2022
Gunvá við Keldu varð afturvald í nevndini á aðalfundinum 22. apríl
Fríggjadagin 22. apríl hevði Føroya Prentsmiðjufelag aðalfund.
Fyri vali á aðalfundinum stóð Gunvá við Keldu, og hon varð afturvald í nevndina.
Í nevndini í Føroya Prentsmiðjufelag sita sostatt Jon Hestoy, Gunvá við Keldu og Eirikur Lindenskov.
Nevndin hevur skipað seg við Jon Hestoy sum formanni, og Gunvá við Keldu sum næstforkvinnu. Jon Hestoy heldur fram sum formaður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2022
1. juni tekur Bárður Atlason Ísheim við starvinum sum aðalskrivari hjá Megd, tá ið hann avloysir Jónvør Christiansen
Seinastu fýra árini hevur Jónvør Christiansen røkt starvið sum aðalskrivari hjá Megd, men 1. juni tekur Bárður Atlason Ísheim við starvinum.
– Við Jónvør Christiansen er Megd vorðin ein enn sterkari felagsskapur, mentur í vitan og skipan, og samstarvið við limafeløgini hevur samstundis verið fyrimyndarligt, skrivar nevndin í Megd, sum takkar henni fyri gott samstarv.
Bárður Atlason Ísheim er útbúgvin á University of Aberdeen, har hann hevur lisið altjóða løgfrøði. Sum part av útbúgvingini innan altjóða løgfrøði, skrivaði Bárður høvuðsritgerð, ið viðger altjóða búskaparlig og sosial mannarættindi í Føroyum.
Umframt viðkomandi útbúgving hevur Bárður seinastu árini starvast sum dagligur leiðari hjá Reyða Krossi Føroya, har hann hevur vunnið sær hollar royndir og vitan um hjálpararbeiði og samstarv við sjálvboðin, nevnd, myndugleikar og stovnar.
Eisini hevur Bárður har havt strategiska ábyrgd fyri fjølbroyttum tilgongdum og verkætlanum. Hetta hevur givið honum eitt breitt samfelagsligt innlit og viðkomandi samskipanarligar førleikar, sum nú fara at koma MEGD og brekøkinum sum heild til góða.
– Megd ynskir Bárði hjartaliga tillukku við starvinum og vit gleða okkum til gott samstarv, ið heilt víst fer at føra føroyska samfelagið enn longur á javnrættinda leið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2022
Hon avloysir Bárður Atlason Ísheim, og tekur hon við starvinum 1. juni
Mikudagin 1. juni tekur Sigrið Zachariasen við sum dagligur leiðari hjá Reyða Krossi Føroya.
Sigrið hevur seinastu árini starvast sum samskipari hjá Reyða Krossi, og er hevur útbúgving innan sosiologi frá University of Aberdeen. Sigrið hevur sostatt hollar royndir og góðan kunnleika til sjálvboðið arbeiði og starvsøkið hjá Reyða Krossi, skrivar felagsskapurin í tíðindaskrivi.
Sigrið avloysir Bárð Atlason Ísheim, sum er farið í annað starv sum aðalskrivari hjá Megd.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2022
Mentamálaleiðarin fer av Vaglinum niðan á Landsverk
Mikudagin varð skipað fyri fráfaringarhaldi í Posthúskjallaranum í sambandi við at leiðarin í mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu hevði seinasta arbeiðsdag.
Sigurð Ólason Vang hevur verið leiðari fyri mentamáladeildini seinastu sjey árini. Hann hevur sagt upp fyri at søkja nýggjar avbjóðingar, nú sum verkætlanarleiðari hjá Landsverki.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti í røðu síni á, at Sigurð Ó. Vang, umframt at hava verið leiðari fyri deildina, hevur staðið á odda fyri stórum byggiverkætlanum, sum hava verið gjørdar í kommununi í hansara tíð.
Serliga eru byggingin av Skúlanum á Fløtum, høllini á Argjahamri og Høllini á Hálsi, sum Sigurð Ó. Vang hevur verið verkætlanarleiðari fyri. Hann hevur eisini gingið á odda í ætlanini at byggja langhyl í Gundadali.
- Og akkurát har fer at henda ein øgilig rúgva í nærmastu framtíð. Dekk er komið á kjallaran og nú er bara eitt ár og 8 mánaðir, til langhylurin verður liðugur, segði Heðin Mortensen í røðuni.
Borgarstjórin upplýsti eisini, at hesi sjey árini, Sigurð Ó. Vang hevur verið leiðari fyri mentanardeildini hevur hann staðið fyri bygningsuppgávum fyri næstan eina milliard krónur.
Borgarstjórin sær eisini fram til at samstarva við Sigurð Ó. Vang í komandi tíðum, tí sum verkætlanarleiðari hjá Landsverki, fær hann ábyrgdina av tveimum stórum verkætlanum í høvuðsstaðnum, nevniliga Tjóleikhúsinum og kampus til Fróðskaparsetrið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2022
1. mai byrjar hann í tíðaravmarkaðum starvi sum verkætlanarfólk – høvuðsuppgávan hjá Snorra verður at kunna um almennu kostráðini hjá Fólkaheilsuráðnum og um rørslutilmælini hjá heimsheilsustovninum, WHO
Snorri Patursson byrjar í tíðaravmarkaðum starvi sum verkætlanarfólk hjá Fólkaheilsuráðnum 1. mai. Tað boðar Fólkaheilsuráðið frá í tíðindaskrivi.
Snorri er útbúgvin yrkisbachelor í føðslu og heilsu við sergrein í kostfrøði og er vana- og ovátsráðgevi. Eisini hevur hann førleikament seg innan øki við fleiri útbúgvingum í millum øðrum matsosiologi. Hann er eisini virkin á rørsluøkinum og hevur undirvíst í CrossFit í 10 ár í Føroyum og í Keypmannahavn og hevur útbúgving sum CrossFit venjari og CrossFit Football venjari.
Snorri hevur seinastu 12 árini arbeitt við fyribyrgjandi og heilsufremjandi verkætlanum innan fólkaheilsu, mat, rørslu og matmentan og var stigtakari og ein av stovnarunum av Tvørmegi CrossFit.
Hann er undangongumaður, tá talan er um at avlesa móta og rák innan matmentan, mat, matsosiologi og umframt at finna tíðarleysar, føðsluríkar og ódýrar loysnir, málrættaðar føroyska brúkaranum, og við støði í okkara samleika og sosialu støðu. Arbeiðið við kostráðunum tekur støði í vísindaligari tilvitan, har tætt samstarv er við granskarar á økinum.
Sambært Fólkaheilsuráðnum verður høvuðsuppgávan hjá Snorra at kunna um almennu kostráðini hjá Fólkaheilsuráðnum og um rørslutilmælini hjá heimsheilsustovninum, WHO. Serliga við atliti at skúlum og dagstovnum. Hann kemur í hesum sambandi eisini at samskifta við føroyskar og útlendskar granskarar og granskingarstovnar, sum Fólkaheilsuráðið samstarvar við.
Snorri hevur í tveimum umførum arbeitt við kostøkinum hjá Fólkaheilsuráðnum, og sigur hann eg hava ein brennandi alsk til at bøta um fólkaheilsu føroyinga við støði í føroyskari mentan, samleika og siðvenju, tó við nýhugsan og kreativiteti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2022
Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur útgivið nýtt upprit um evnið, og skipar í hesum sambandi fyri tiltaki í Perluni í Havn mánadagin, har løgmaður, fólkatingsmenn og aðrir politikkarar luttaka
Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur útgivið nýtt upprit um uttanríkis- og verjupolitiskar avbjóðingar og skipar í hesum sambandi fyri tiltaki við framløgu og politiskum kjaki í Perluni í Havn, 2. mai kl. 19.30.
Føroyar eru av álvara komnar á geopolitiska heimskortið, og seinastu árini hava boðað frá eini kollveltandi broyting í, hvussu uttanríkis- og verjupolitikkur verður førdur í ríkisfelagsskapinum.
Hóast Danmark hevur yvirskipaðu ábyrgdina av uttanríkis- og verjupolitikki í øllum ríkinum hava Føroyar, og eisini Grønland, søguliga fingið størri rásarúm, ábyrgd og álit til sjálvi at taka avgerðir á hesum málsøkjum. Tað er her, at avbjóðingar í dag kunnu stinga seg upp.
Eru Føroyar fult førar fyri at taka uttanríkis- og verjupolitiskar avgerðir í dag, og hvussu skulu hesar avgerðir takast í framtíðini? Hvørjar avbjóðingar eru í núverandi skipan, og hvussu kunnu tær loysast?
Hesir spurningar verða viðgjørdir í nýggjum uppriti, sum skrivstovan hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi hevur gjørt, kallað “Føroyar á geopolitiska heimskortið – uttanríkis- og verjupolitiskar avbjóðingar og loysnir”.
Í uppritinum verða nakrar avbjóðingar, ið eru í føroysku uttanríkis- og verjupolitisku skipanini og tilgongdini, lýstar, og samstundis verður víst á, hvussu hesar avbjóðingar kunnu loysast.
Í samband við útkomuna av uppritinum verður skipað fyri almennum tiltaki í Perluni í Tórshavn, mánadagin 2. mai kl. 19.30.
Her verða høvuðsniðurstøðurnar í uppritinum lagdar fram, og eisini verður pallborðsfundur, har Bárður á Steig Nielsen, Hervør Pálsdóttir, Bjarni Kárason Petersen og Sjúrður Skaale fara at kjakast um uttanríkis- og verjupolitikk í Føroyum, og hvussu vit skipa okkum í samband við økta geopolitiska áhugan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2022
Ester hevur verið innskrivað á institut for Klinisk Medisin á Københavns Universitet, men hevur í stóran mun arbeitt við verkætlanini á Landssjúkrahúsinum og Ílegusavninum
Týsdagin 26. apríl vardi Ester Weihe Jacobsen ph.d.-ritgerð sína um psoriasis í Føroyum.
Heitið á ritgerðini er "Psoriasis The occurrence, familial aggregation, and phenotype of psoriasis in the Faroe Islands".
Verjan var á Københavns Universitet, har Ester hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur.
Hon hevur verið innskrivað á institut for Klinisk Medisin á Københavns Universitet, men hevur í stóran mun arbeitt við verkætlanini á Landssjúkrahúsinum og Ílegusavninum. Harafturat hevur hon arbeitt á Sjællands Universitetshospital.
Vegleiðarar hava verið Ole Birger Vesterager Pedersen, professari, Gregor Borut Ernst Jemec, professari og Claus Thorn Ekstrøm, professari.
Í metingarnevndini vóru Simon Francis Thomsen, professari á Københavns Universitet og deildarleiðari á Bispebjerg Hospital, formaður, Lars Iversen, professari á Aarhus Universitet, og Farida Benhadou, professari á Dr Lowy Dermatology & Laser Practice í Belgia.
Verjan gekk væl. Fyrst legði Ester Weihe Jacobsen fram sítt arbeiði og úrslit, og síðani gjørdi metingarnevndin viðmerkingar og setti spurningar.
Tey róstu Ester fyri arbeiðið og ritgerðina, sum tey mettu vera gott og sera væl skrivað. Eftir á leið tveir tímar tóku tey samanum og kunngjørdu, at Ester Weihe Jacobsen hevði staðið verjuna og harvið skuldi fáa tillutað ph.d.-heitið, skrivar Granskingarráðið.
Granskingarráðið hevur stuðlað ph.d.-verkætlanini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2022
Brimið hevur í vetur etið seg niðan at Nesvegnum millum Vág og Porkeri
Tað verður uttan iva neyðugt at fylla uppaftur í innaru Klivagjógv. Hetta skrivaði Suðuroyarportalurin um vikuskiftið, sum hevur myndir av Nesvegnum, har brimið hevur máað undan.
Nesvegurin er millum Vág og Porkeri.
Á markinum millum Vágs og Porkeris kommunu eru tvær gjáir, Klivagjógv innara og Klivagjógv uttara – báðar avmyndaðar á loftmynd frá 2009.
Við innaru Klivagjógv sæst tíðliga at tað í 2009 eru nakrir metrar frá vegjaðaranum og út til sjálva gjónna. Men seinastu árini er meiri og meiri máað burturav – og brimið í vetur hevur etið seg niðan at vegnum, soleiðis at ein peli í autoverjuni hongur at kalla leysur, skrivar Suðuroyarportalurin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2022
Málið um útstykking av 200 búeindum á Argjahamri er nú komið so langt, at Tórshavnar býráð í vikuni endaliga hevur samtykt at játta fígging at fremja fyrireikingararbeiðið og at seta útstykkingararbeiðið í gongd
Tá tað í heyst varð farið undir at skipa útstykkingina oman fyri Argjahamar, tá var hægsta raðfestingin at fáa lagt vegin so skynsamt sum gjørligt í lendið, fyri síðani at planleggja ítøkiligu byggingina á staðnum. Yvirskipaða skipanin av økinum er nú liðug.
Tað hevur alla tíðina verið týdningarmikið at fáa lagt vegin rætt, og er fyrsta strekkið av vegnum nú liðugt projekterað og klárt at bjóða út. Talan er um vegastrekkið frá rundkoyringini á Argjahamri og út til vegin hjá festaranum út í grótbrotið á Glyvursnesi.
Strekkið, sum verður boðið út, er umleið 600 metrar. Hetta verður ein sambindingarvegur í útstykkingini, sum hinir vegirnir knýta seg í, og útfrá teimum verða so áleið 200 bústaðir og barnagarðurin knýttir í.
Ætlanin er at fara undir framhaldandi projekteringina av útstykkingini beinanvegin, soleiðis at tá sambindingarvegurin, sum nú fer í útboð, er liðugt bygdur, so er klárt at fara undir írestandi vegir og fyri síðani at bjóða øki til bústaðarbygging út.
Til hesir arbeiði verður mettur ein fíggjarligur tørvur á 6 milliónir, har umleið 4 milliónir fara til bygging av sambindingarvegnum og 2 milliónir fara til framhaldandi planlegging og projektering av útstykkingini.
Tilmæli frá tekniska stjóra, býarverkfrøðinginum og býararkitektinum var at heimila umsitingini at bjóða sambindingarvegin út og at gera sáttmála við vinnandi arbeiðstakaran.
Harumframt at heimila umsitingini at halda fram við projekteringini av útstykkingini, og at játta neyðugu upphæddirnar.
Hetta varð samtykt í byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini. Málið varð eisini einmælt samykt í býráðnum í mars og varð endaliga samtykt við aðru viðgerð hóskvøldið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2022
Flokstingið 2022 verður hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Floksting Tjóðveldis 2022 er í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hetta vikuskiftið.
Flokstingið byrjar í gjárkvøldið, tá tingið varð skipað við tingformanni og tingskrivara og yvirlýsingartoymi.
Í gjárkvøldið var eisini framløga av roknskapi, umrøða av innkomnum málum og vali av álitisfólkið í aðalstjórn og grannskoðara.
Flokstingið heldur fram í morgun við morgunmati. Kl. 9.30 verður formansfrágreiðing, og eftir formansfrágreiðingina verður politiskt orðaskifti um formansfrágreiðingina og politisku mál floksins. Unga Tjóðveldið leggur frágreiðing fram kl. 11.30
Eftir matarsteðg á middegi heldur politiska orðaskfti fram. Seinnapartin klokkan 14 verða innlegg við gestarøðara, evni er: Tjóðveldi og hvussu flokkurin klárar seg í politiska meldrinum. Gestarøðari er Elisa Vang.
Formansrøðan verður stroymd á heimasíðu og facebook síðu floksins.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2022
Hann verður virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í tríggjar mánaðir, nú Derhard Jógvansson fer í lestrarfarloyvi
Sunnudagin var prestvígsla í Dómkirkjuni. Ungi nólsoyingurin, Hanus Pál Jógvansson, varð vígdur av Jógvani Fríðrikssyni,biskupi.
Hanus Pál verður virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í tríggjar mánaðir, nú Derhard Jógvansson fer í lestrarfarloyvi.
Myndamaðurin Jens Kristian Vang tók hesar myndirnar í Dómkirkjuni:
Hanus Pál saman við foreldrunum, Joan Sørinardóttir og Jógvan Thomsen (Mynd: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2022
Næstu dagarnar hendir nógv í Hoyvíkar kirkju. Urguvígsla og konsert verður sunnudagin. Mikukvøldið fer heimskendi Oliver Latry at hava konsert. Hann er dómorganistur í Notre Dame í Paris
Sunnudagin 1. mai kl. 11 verður nýggja urgan í Hoyvikar kirkju vígd undir guðstænastuni. Bergtórur Bjarkhamar prædikar og organistarnir við kirkjuna, Albert Pætursson, Anita Ellendersen og Ólavur Jøkladal, spæla.
Biskupur Jógvan Fríðriksson fer at víga orglið og Gudmund Mortensen, sum hevur verið vegleiðari í samband við orglubyggingina, fer at siga nakað um nýggja orglið og framføra eitt orgulstykki eftir Olivier Messiaen.
Eftir guðstænastuna verður bjóðað til kaffi í kirkjukjallaranum, og høvi verður hjá fólki at fara upp á loftið at síggja orglið.
Um kvøldið kl. 19.30 verður konsert við orgulspæli og kórsangi. Tórshavnar manskór undir leiðslu av Bjarna Restorff og Kára Bæk fer at syngja - bæði saman við orglinum og uttan fylgispæl. Barnakórini á Musikkskúlanum undir leiðslu af Joannu Johansen og Edith Dahl Jakobsen fara at syngja tríggjar sangir við orgulfylgispæli. At enda fer kórið Glymur undir leiðslu av Hans Olivur Joensen saman við Tórshavnar manskóri, orgul og messingkvartet at framføra tríggjar norðurlendskar sálmar - úr Svøríki, Noregi og sálmin hjá Martin Joensen “Uttan teg”.
Hetta er ein frumframførsla av skipan av sálmunum, sum svenska tónaskaldið og tónleikasamskiparin Per Gunnar Petersson, hevur gjørt. Ólavur Olsen, Johan Hentze, Maria Wang Reinert og Jens Knudsen spæla messingkvartet.
Ungi organisturin Ari Hammer Joensen fer eisini at framføra kenda orgulverkið hjá J. S. Bach, Toccata og fuga í d-mol.
Olivier Latry
Vígsluhátíðarhaldið heldur áfram mikukvøldið 4. mai kl. 19.30, tá ið kendi franski organisturin, Olivier Latry, fer at hava konsert við orgultónleiki eftir m.a. Bach, Vierne, Duruflé og Langlais á skránni.
Olivier Latry er heimskendur organistur og er ein av dómorganistunum við Notre Dame kirkjuna í Paris. Við hesa konsertina verður høvi hjá kirkjufólkunum at lata inn eina gávu til kirkjuna. Eftir konsertina verður kaffi í kirkjukjallaranum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2022
Kórfestivalurin er í Norðurlandahúsinum í dag
Eftir steðg í tvey ár, skipar Kórsamband Føroya aftur skipað fyri kórfestivali.
Festivalurin byggir á gomlu kórstevnurnar, sum byrjaðu í Havn í 1967 og síðani hava verið hildnar kring landið. Kórstevnurnar hava uttan iva gjørt kórsang í Føroyum til eitt fólksligt projekt og hava saman við ólavsøkukórinum bygt brúgv millum fólksligu kórtraditiónina og kór við hægri málsetningi.
At kórsangarar í Føroyum uttan mun til royndir ella evnir í áratíggju hava savnast til felags kórsang hevur uttan iva viðvirkað til, at lutfalsliga nógvir føroyingar syngja í kóri.
Í 2015 varð avgjørt at broyta leistin nakað. Konsertin, har einstøku kórini syngja egna skrá, varð skipað sum kapping. Ein dómsnevnd velur tær bestu framførslurnar og áhoyrarnir atkvøða um eina áhoyraravirðisløn.
Umframt kórkappingina, fer eitt vælmannað felagskór at syngja. Dugnaligi kórleiðarin Tóra Vestergaard fer at stjórna kórinum. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum seinnapartin kl 16.
Luttakandi kórini eru:
Xperiment
Tarira
Vágakórið
Glymur
Tórshavnar kamarkór
Vestmanna sangkór
Silvitni
Havnarkórið
Gøtu kirkju ungdómskór
Tórshavnar manskór
Eystanljóð
Morgunkórið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2022
Fastur táttur á flaggdegnum er at uppliva vøkru ellisakførini, sum felagið Føroya Ellisakfør sýnir fram. Ellisakførini vóru aftur í ár at síggja á torginum í Vágsbotni
Birgir Waag Høgnesen tók myndirnar. Fleiri myndir eru at síggja her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2022
Umleið 300 luttakarar úr nærum øllum landinum koma til stevnuna, sum Dansifelagið á Látrinum skipar fyri í samstarvi við Sláið Ring
Í dag, leygardagin 30. apríl, er barnadansistevna á skránni í ítrótttarhøllini á Eiði.
Umleið 300 luttakarar úr nærum øllum landinum koma til stevnuna, sum varar frá klokkan 10 til 15.
Tað er Dansifelagið á Látrinum, sum skipar fyri stevnuni í samstarvi við Sláið Ring.
Í vár varð aftur skipað fyri barnadansi á Látrinum, og undirtøkan var sera góð. Hetta sæst eisini aftur í tilmeldingini frá barnadansinum – 26 børn og 21 vaksin, skriva fyriskiparar sambært heimasíðuni hjá Eiðis kommunu.
Børnini hava kvøðið og lært seg fleiri sangir og kvæði. Á stevnuni koma tey at kvøða hesi og okkurt forkunnugt eisini. Børnini á Látrinum fara at skipa Øskudólgur og Sópingarkona, Nykursvísu og møguliga okkurt afturat.
Umframt kvøðing og dans, verður eisini skipað fyri útferð á Niðaru Fitjar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2022
Farna vikuskifti var finalan í Pangea støddfrøðikappingini fyri næmingar í 3. - 8. flokki í Norðurlandahúsinum
Leygardagin 23. apríl var finalan í Pangea støddfrøðikappingini í Norðurlandahúsinum.
Í ár luttóku tilsamans 1.009 næmingar úr 45 ymiskum flokkum úr 11 ymiskum skúlum í Føroyum, og kappingin var í 3. - 8. flokki.
Víðari til finaluna vóru komnir í 31 næmingar. Eftir at næmingarnir høvdu tikið felagsmynd og fingið Pangea t-shirt, høvdu tey ein tíma at rokna uppgávurnar. Í meðan kundu avvarðandi hugna, mingla og rokna somu uppgávur sum næmingarnir úti í forhøllini.
Nám hevði staðið fyri at umseta uppgávurnar úr týskum til føroyskt. Uttanríkis- og mentamálaráðið var millum stuðlar av kappingini og handaði høvuðsvinningin til vinnararnar í teimum ymsu floksstigunum.
Vinnarar vóru:
3. flokkur
Vinnari: Tien Rasmussen
2. Bjarni Bogason Enni
3. Liam Lava Olsen
4. flokkur
Vinnari: Tova Sigurdsdóttir Nielsen
2. Sara Svínoy Hansen
3. Helena í Skorini
5. flokkur
Vinnari: Rannvá Lamhauge
2. Robbin Samuel Ørvarodd
3. Anna Lamhauge
6. flokkur
Vinnari: Lilja av Teigum
2. Hóri Hammer
3. Andreas Nónstein
7. flokkur
Vinnari: Óli Mikkelsen
2. Alexander Klevang Eikholm
3. Jóhan Hendrik Lamain í Horni
8. flokkur
Vinnari: Sjúrður Henriksen
2. Ýr Holm
3. Djóni Løkjá
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2022
Ein av størstu og týdningarmiklastu songskrivarunum innan svenskan tónleik sigur farvæl við sínar fjepparar og lívið á landavegnum við síni seinastu stóru konsertferð. Í september gongur leiðin fram við Norðurlandahúsið
Ein av størstu og týdningarmiklastu songskrivarunum innan svenskan tónleik sigur farvæl við sínar fjepparar og lívið á landavegnum við síni seinastu stóru konsertferð. Leiðin fer m.a. fram við Norðurlandahúsinum, har hann spælir konsert fríggjadag 2. september.
Í eitt hálvt árhundrað eru tað tvey ting, ið hava lýst listaligu ferðina hjá Mikael Wiehe: Tann æviga ferðin - konsertferðin uttan enda – og dreymurin um ein betri heim. Fyrr nevnda er skjótt komin til sítt evsta ferðamál, meðan síðst nevnda er ein stremban, ið aldrin heldur uppat hjá svenska tónleikaranum og songskrivaranum.
Tá ið Mikael Wiehe enn einaferð fer á landavegin í 2022, verður tað seinasta konsertferðin hjá fólkakæra ferðaskaldinum. Tað verður eitt farvæl til eitt elskað, men kravmikið konsertferðalív, sum hevur verið partur av virkinum hjá Wiehe, síðan fyrsta møti við áskoðarunum sum forsangari í Hoola Bandoola Band í 70’unum.
Eitt eymt samband millum tónleikara og áhoyrarum, sum fylgdu Wiehe inn í hansara solokarrieru. Síðan tá hava tað verið túsundtals konsertir kring Norðurlond og meira enn 40 útgávur, samstundis sum hann varðveitti eina sterka positión sum ein umráðandi rødd í samfelagskjakinum.
Mann kann saktans unna Wiehe, nú sum 75 ára gamal, at trappa niður aftaná sína seinastu stóru konsertferð í Skandinavia. Men hvat hendir so aftaná?
Sjálvt um Wiehe sigur farvæl við lívið á landavegnum, fer hann ikki at binda frið. Áðrenn konsertferðina í nýggja árinum, hevur hann eisini útgivið eina spildurnýggja útgávu, ‘Den siste mohikanen’.
”Det är en resa som inte har något slut / Och våra drömmar / Våra drömmar har vi kvar / På livets stora hav”
– Mikael Wiehe, På livets hav (2021)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2022
26. apríl fekk Gunn Hernes norsku virðislønina Sokneprest Alfred Andersson-Rysst 2021 – Gunn er ein ungur leiðari, og vóna vit, at virðislønin kann geva íblástur til at halda fram at arbeiða fyri vesturnorðurlendska mentanarsamstarvinum í áratíggju framyvir, sigur dómsnevndin millum annað
26. apríl fekk stjórin í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, norsku virðislønina Sokneprest Alfred Andersson-Rysst 2021. Hesum boðar Norðurlandahúsið frá í tíðindaskrivi.
Dómsnevndin legði m.a. dent á arbeiðið, ið Gunn hevur gjørt fyri at endurnýggja føroyskan leiklist og at knýta bond millum tey, ið virka fyri mentan í Føroyum, Íslandi og Noreg.
Dómsnevndin segði m.a. soleiðis í grundgevingini:
– Gunn Hernes hevur verið sentral í arbeiðnum í Norðurlandahúsinum, fyrst sum verkætlanarleiðari fyri Norræna húsiði Reykjavík frá 2015 til 2018, og frá 2018 sum stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum.
– Í leiklutinum sum verkætlanarleiðari og stjóri í teimum báðum norðurlandahúsunum hevur Herness hjálpt við at styrkja bandið millum mentanaraktørar í Føroyum, Íslandi og Noregi, og dómsnevndin leggur serligan dent á arbeiðið, hon hevur gjørt fyri at endurskapa føroyskan leiklist.
– Gunn Hernes er og hevur verið ein framhyggjandi og dugnaligur leiðari, og í arbeiðnum sum stjóri í Norðurlandahúsinum hevur hon styrkt og fingið nýggj inskot inn í mentanarlív og mentanarsamstarvið tvørturum landamørk.
– Vesturnorðurlendska mentanarsamstarvið hevur tørv á góðum kørmum, og at stovnarnir hava góða fyristingarliga leiðslu. Gunn Hernes fær ársins Sokneprest Alfred Andersson-Ryssts virðislønina sum tøkk fyri tað arbeiðið, hon hevur gjørt seinastu árini. Hernes er ein ungur leiðari, og vóna vit, at virðislønin kann geva íblástur til at halda fram at arbeiða fyri vesturnorðurlendska mentanarsamstarvinum í áratíggju framyvir.
Sokneprest Alfred Andersson-Rysst grunnurin varð settur á stovn í 1952. Síðan 2019 er virðislønin handað annaðhvørt ár til ein persón, ið ger eitt gott arbeiði fyri at styrkja bandið millum Norra, Føroyar og Ísland.
Føroyingar, sum fyrr hava vingið hendan heiður eru Páll Patursson (1962), Christian Matras (1971), Sølva og Páll Patursson (1991), Carl Johan Jensen (1997), Erna og Njál Djurhuus (2003), Jógvan Hugo Gardar (2007) og Eivør Pálsdóttir (2015)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2022
Tvær kvartettir, sum skjótt spæla konsert í Norðurlandahúsinum, hava tónleik eftir Sunleifi Rasmussen á skránni
Í morgin, sunnudagin 1. mai kl. 15 fer danska kvartettin Ensemble Prisme á pallin í Norðurlandahúsinum. Her fer hon m.a. at framføra verkið "Four Dorian Gardens" hjá Sunleif Rasmussen, ið kvartettin bílegði í 2019.
Kvartettin er Utrilla Gudiksen á floytu, Martin Kejser á klarinett, Anders Öberg á sello og Berit Juul Rasmussen á klaver.
Mikudagin 4 mai, kl 19.30 ber aftur til at uppliva tónleik eftir Sunleifi Rasmussen. Hesaferð er tað pólska streingjakvartettin NeoQuartet, ið framførir eitt av verkum hansara. Tað snýr seg um eitt verk, ið er bílagt av kvartettini í 2022, og tað verður frumframført hetta kvøldið.
NeoQuartet er Karolina Piątkowska-Nowicka og Paweł Kapica á violin, Michał Markiewicz á bratsj og Krzysztof Pawłowski á sello.
Atgongumerki eru til keyps á nlh.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2022
Gávmildi gevarin er ein kvinna í Svøríki, og verður framsýningarkonsert í býráðshúsinum í Norðragøtu 2. mai
Eysturkommunu Tónlistaskúli hevur fingið eina serstaka gávu, nevniliga ein lutt, sum er eitt renessansu-streingjaljóðføri.
Tann gávumildi gevarin er ein kvinna í Svøríki.
Framsýningarkonsert verður í býráðshúsinum í Norðragøtu mánakvøldið kl. 19, har tónlistalærarin, Bo Isholm, spælir á luttin og greiðir frá, hvussu hann endaði í Føroyum, hvussu hann skal nýtast í Tónlistaskúlanum í Leirvík og Gøtu, og hvat hetta í roynd og veru er fyri eitt ljóðføri.
Síðani verður lutturin formliga handaður Tónlistaskúlanum í Eysturkommunu. Tað er ókeypis atgongd.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2022
Hann er eitt hitt heitasta og mest áhugaverda nýggja navnið í donskum popptónleiki, og nú kemur hann til Føroya
Útseldar konsertir, milliónir av stroymingum og radiohittum. 2021 gjørdist árið, har Danmark av álvara fall fyri Tobias Rahim og hansara forførandi teksti, rúsandi ljóði og fangandi visuella heimi.
Hann er eitt hitt heitasta og mest áhugaverda nýggja navnið í donskum popptónleiki, og nú kemur hann til Føroya. Háaktuelli Tobias Rahim við m.a. stórhittinum “Stor Mand”.
Tobias Rahin er satt listafólk, ið skapar sítt heilt egna rúm, har hann spælir við erligar kenslur og marksøkjandi skaldskap við øsandi, men vøkrum úttrykki. Talan er um eitt frírúm, har tað er pláss fyri tabu, politiskum boðskapum, veistlu, skemti, sex og ólukkuligum kærleika.
Sangir sum “Costa Del Sol Til København”, “Jesus” og “Mucki Bar” vitna um, at tað er trupult at seta listamannin í bás.
Frammanundan er greitt at Rasmus Hagen, Michael Learns to Rock, Hugorm, Tungevaag, Brimheim, Safir og fleiri fara at framføra á Okkara Voxbotn.
Voxbotn verður 25. juni 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2022
Saman við Sway, RSP, Daniu O. Tausen og Daniel verða Marius DC og Impartial at hoyra í finaluni, sum verður í Reinsarínum í kvøld
Farna leygarkvøld var triðja og seinasta av innleiðandi umførunum í ársins útgávu av tónleikakappingini Sement í Reinsarínum í Havn, og eru nú allir finaluluttakararnar funnir.
17 bólkar hava luttikið í ársins Sement-kapping, og sjey teir seinastu skuldu framføra leygarkvøldið. Tey, sum framførdu í seinasta umfarinum vóru Amona, Dóttir, iKai, Marius DC, Tiger På Spring, Bláni, og Impartial.
Í fyrsta umfari, sum var 9. apríl, vóru tað Sway og RSP, sum komu víðari, 16. apríl vóru tað Dania O. Tausen og Daniel sum komu víðari, og farna vikuskiftið skuldu heilir tríggir finaluluttakarar finnast. Teir gjørdust hip hop tónleikarin Marius DC, tungmálmsbólkurin Impartial og danski punkbólkurin Tiger på Spring.
Impartial hevur vunnið føroysku útgávuna av Wacken Metal Battle fyri nøkrum árum síðani, og skulu teir umboða Føroyar á Wacken Open Air í Týsklandi, ið er ein av heimsins størstu metal festivalum.
Manningin er: Jákup Ólavsson (sang), Jógvan Jóhannesen (trummur), Bjørn Askham Bjarnasson (gittar), Bárður Eyðbrittarsson (gittar), og Oddmar Hermansen (Bass).
Tiger På Spring kann best lýsast við at tveita Talking Heads, Peter Gabriel og grunge í ein blendara. Hetta er tónleikur við fangandi løgum, sum øll kunnu syngja við til. Í 2021 spældi bólkurin 30 konsertir og fekk heitislagið í stuttfilminum “Vaskedag”, sum bleiv vístur á altjóða filmsfestivalinum OFF21. Ein filmur, sum eisini vann fleiri heiðurslønir.
Manningin er: Jonas Hammer (sang og gittar), Frederik Blicher (trummur), Rune Bonde (bass), og Alfred Hedemann (synth).
Eftir at úrslitið var greitt hevur Tiger på Spring boðað frá, at teir ikki hava møguleika at luttaka í finaluni
Marius DC kom brakandi inn á føroyska tónleikapallin, sum eitt av bestu og mest sjónligu nøvnunum í Sementkappingini í 2019. Hetta var byrjanin til eitt hendingaríkt ár við trimum stakløgum og eini EP, ið høvdu við sær heiðurin ársins nýggja navn á Faroese Music Awards. Í ár er triðju ferð, at Marius CD luttekur í Sement.
Manningin í bólkinum er: Marius Dam Christophersen (rødd), Elin Maria Hansen (bass), og Benjamin Tausen á Lava (gittar og klaver).
Finalan í Sement verður í Reinsarínum í kvøld, 30. apríl klokkan 20.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2022
Hon gjørdist vinnarin av móðurmálskappingina á Kahoot, sum var á Móðurmálsdegnum
Loksins er vinnaran funnin av móðurmálskappingini á Kahoot, sum vit saman við Málráðnum stílaðu fyri í sambandi við Móðurmálsdagin.
Vinnarin gjørdist Annika Eidesgaard av Tvøroyri. Hon er 43 ára gomul og starvast sum lærari á Tvøroyrar skúla. Hon undirvísir ikki í føroyskum, men hevur stóran áhuga fyri føroyskari mállæru og er fegin um, at ljós verður varpað á okkara móðurmál.
Vinningurin var ein Føroyar lesa-taska við bókum latnum av forløgunum Sprotanum og Eksil.
- Eg eri farin til Edinburgh við einum skúlaflokki, og Blómudalurin er komin við. Eg havi lisið hana á donskum, og nú gleði eg meg at lesa hana á føroyskum. Spent upp á hinar bøkurnar eisini, sigur Annika Eidesgaard.
550 luttakarar vóru við í kappingini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2022
Sunnudgin verður skipað fyri 1. mai-haldi á Reyða Torginum. Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala og tjóðsangin
Sunnudagin klokkan 16 verður 1. mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna. Røðarar verða Ingeborg Vinther, fyrverandi forkvinna Føroya Arbeiðarafelags, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.
Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala og tjóðsangin. Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður Vestmanna Arbeiðarafelags.
Eftir fundin á Reyða Torginum bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum beint við.
Fyriskiparar eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2022
Tónleikur, skemt og franskir heitir hundar eru á skránni
1. mai fer Starvsfelagið at hátíðarhalda altjóða arbeiðaradagin við einum tiltaki á Reinsarínum til ung og ungar sálir.
Har verður tónleikur, skemt og franskir heitir hundar. Tiltakið er ókeypis. Barrin á Reinsarínum er eisini opin á degnum til tey, ið ynskja at keypa sær okkurt leskandi.
Skrá:
- Fía Winther Poulsen, forkvinna í næmingaráðnum á Glasi, bjóðar vælkomin
- TeleMama framførir nøkur løg
- Birita F. Kjærbæk, næstforkvinna í Starvsfelagnum, heldur røðu
- SWAY framførir nøkur løg
- Astrið Gullborgardóttir endar tiltakið við skemti
Tiltakið vendir seg fyrst og fremst til ung og setir sjóneykuna á starvsfólkarættindi og fakfeløg sum heild í einum hugnaligum umhvørvi.
- Hetta ynskja vit at gera, tí vit hoyra nógv um, at tey ungu ikki eru nóg væl upplýst um fakfeløg og teirra rættindi á arbeiðsmarknaðinum. Hetta vilja vit sum fakfelag gera okkurt við og hetta er ein roynd at røkka ein yngri málbólk enn tey, vit vanliga hava samskifti við. Samstundis ynskja vit eisini at gera stríðsdagin 1. mai til ein hátíðardag, sum øll kunnu taka lut í, óansæð hvat fakfelag ein hoyrir til, sigur Starvsfelagið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2022
Bensin- og dieselakfør sleppa ikki at brúka Stefansgade á Nørrebro í framtíðini
Danski høvuðsstaðurin steingir nú fyrstu gøtuna fyri bensin- og dieselriknar bilar. Ein meiriluti í ferðslu- og umhvørvisnevndini í Keypmannahavnar kommunu (Borgerrepræsentationen) hevur gjørt av at seingja Stefansgade á Nørrebro fyri bensin- og dieselrikin akfør.
Stefansgade skal gerast ein grønur ferðsluvegur. Lene Barfod frá Enhedslisten, ið er borgarstjóri fyri umhvørvi, vónar, at royndirnar frá Nørrebro fara at slóða fyri, at fleiri vegir í høvuðsstaðnum gerast slíkir grønir vegir, skrivar tíðindasíðan Nørrebroliv.
- Grønir ferðsluvegir er besta amboðið til at avmarka bilaferðsluna og skapa ein grønari bý. Nú byrja vit við Stefansgade og fáa royndir við, hvussu amboðið virkar í veruleikanum – og so vóni eg, at vit kunnu fáa fleiri slíkir vegir og ‘ferðslu-oyggjar’ aðra staðni í býnum, sigur Lene Barfod í tíðindaskrivi.
Stefansgade er vald, eitt nú tí hon liggur í einum øki, har tað frammanundan eru fleiri einvegis vegir. Stefansgade liggur javnfjar við Jagtvej millum Nørrebrogade og Borups Allé, og verður í dag brúkt sum ein sniðgøta fyri bilar, ið ynskja at koma skjótari gjøgnum Nørrebro, tá ferðslan er stór.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2022
Talan er um eitt alibrúk á eysturlandinum í Íslandi, skrivar ilaks.no
ILA er staðfest á einum alibrúki hjá Laxar. Talan er um alibrúkið Sigmundarhús á eysturlandinum í Íslandi
Hetta skrivaði ilaks.no hósdagin.
Aliøkið fevnir um eina millión fiskar við einari mialvekt upp á 0,476 kilo.
- Avleiðingarnar av hesari staðfestingini eru truplar at meta um, men tað fer at síggjast aftur í framleiðsluni fyri 2023, sigur stjórin í Ice Fish Farm, sum eigur Laxar.
Sigmundarh´s liggur nærhendis einum øðrum Laxar-alibrúki, har ILA varð staðfest í vetur, og tí hevur verið fylgt serliga væl við í økinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2022
Svenska forsætisráðfrúan, Magdalena Andersson heldur tað ikki vera hóskandi at koyra spurningin um Nato-limaskap út til fólkaatkvøðu
Svenska stjórnin ætlar ikki at halda fólkaatkvøðu um Nato-limaskap.
Tað sigur svenska forsætisráðfrúan, Magdalena Andersson.
Orsakað av russisku innrásini í Ukraina skulu bæði Svøríki og Finnland nú taka støðu til, hvørt londini skulu fara uppí verjusamgonguna ella ikki, og bæði londini væntast at taka eina avgerð ein av komandi vikunum.
Magdalena Andersson sigur sambært tíðindastovuni Reuters, at hon ikki heldur eina fólkaatkvøðu vera eitt gott hugskot. Hetta er ikki eitt mál, sum hóskar seg til eina fólkaatkvøðu, sigur hon.
– Har er nógvir trúnaðarupplýsingar um trygdina hjá landinum, so har eru týðandi upplýsingar, sum ikki kunnu leggjast á borðið til fólkaatkvøðu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2022
Skuldi tað hent, at kríggið fer at draga út, er Nato til reiðar at stuðla Ukraina, sigur aðalskrivarin hjá Nato
Nato-londini eru til reiðar at stuðla Ukraina í krígnum í fleiri ár, sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato.
Nato vil m.a. stuðla Ukraina við at nútímsgera ukrainska herin við nútímans vesturlendskum vápnum í staðan fyri gomul vápn úr sovjettíðini. Skiftið til nútímansvápn og skipanir fer eisini at krevja meira venjing, sigur hann.
– Har er avgjørt ein møguleiki fyri, at hetta kríggið fer at draga út í fleiri mánaðir ella ár, sigur Jens Stoltenberg sambært Ritzau.
Meginparturin av teimum tungu vápnunum, sum Nato-lond higartil hava latið Ukraina eru frá sovjettíðini, men USA og nøkur onnur Nato-lond, m.a. Týskland, eru nú byrjað at senda onnur vápn eisini.
Týskland hevur annars fyrr noktað at senda tung vápn til Ukraina, og hevur týska stjórnin tí verið fyri atfinningum.
Grundgevingin hjá týsku stjórnini hevur higartil verið, at Týskland ikki ynskir eina beinleiðis konfrontatión millum Nato og Russland, men Russland vil vera við, at Nato longu hevur lagt seg uppí kríggið við at stuðla Ukraina við vápnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2022
Eigarin av Tesla og SpaceX hevur keypt sosiala miðilin Twitter
Elon Musk, eigarin av Tesla og SpaceX, og ríkasti maðurin í heiminum, hevur keypt Twitter.
Sosiali miðilin hevur góðtikið eitt boð frá Elon Musk um at keypa fyritøkuna fyri umleið 44 milliardir dollarar, ella umleið 305 milliardir krónur.
Tað skrivaðu altjóða miðlar mánakvøldið.
Elon Musk sær stórar møguleikar í Twitter, og hann ætlar at betra um miðilin.
- Eg ynski at gera Twitter betri enn nakrantíð við at betra um vøruna við nýggjum møguleikum, lata upp fyri algorytmunum og soleiðis økja um álitið og vinna á spamrobottum, sigur nýggi eigarin millum annað.
- Stórir møguleikar liggja í Twitter, og eg gleði meg til at arbeiða saman við fyritøkuni og brúkarunum at lata tað meira upp, sigur Elon Musk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2022
Kríggið í Ukraina hevur elvt til matoljutrot í Stórabretlandi, og tí er tað nú avmarkað, hvussu nógva matolju fólk sleppa at keypa í bretskum matvøruhandlum í hesum døgum
Fleiri bretskar matvøruhandilsketur hava nú sett mark fyri, hvussu nógvar fløskur av matolju viðskiftafólk sleppa at keypa.
Tesco hevur sett eitt mark á tríggjar fløskur pr. persón, meðan Waitrose of Morrisons hava sett markið á tvær fløskur.
Kríggið í Ukraina hevur elvt til matoljutrot í Stórabretlandi, umframt hægri prísir, og eru hesi tiltøk sett í verk fyri at tryggja, at matolja er tøk hjá øllum.
Avmarkingin er galdandi fyri fleiri sløg av matolju, men sólblómuolja, sum bretar í høvuðsheitum innflyta úr Ukraina, er tann best umtókta, skrivar Ritzau.
Prísurin á matolju í Stórabretlandi er nú umleið 20 prosent hægri enn fyri einum ári síðani.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2022
Ein góður fjórðingur av fronsku veljarunum hildu seg heima sunnudagin, tá Emmanuel Macron varð afturvaldur til forseta
Á forsetavalinum í Fraklandi sunnudagin varð Emmanuel Macron afturvaldur til forseta.
Og talan var um eitt val við søguliga lágari valluttøku.
Tá endaliga valluttøkan var uppgjørd, gjørdist greitt, at hon var tann lægsta í meira enn 50 ár. Seinast valluttøkan var so lág var á forsetavalinum í 1969.
Bert 71,9 prosent av teimum 48,7 milliónunum, sum høvdu valrætt í Fraklandi, møttu upp at greiða atkvøðu, meðan ein góður fjórðingur av veljarunum hildu seg heima.
Hetta kemur ikki óvart á greiningarfyritøkur, sum áðrenn valið høvdu mett, at millum 26 og 28 prosent av veljarunum fóru at halda seg heima.
Sambært DR var valluttøkan í gjár eisini nærum trý prosent lægri enn á seinasta vali í 2017, tá valluttøkan var 74,6 prosent.
Sitandi forsetin, Emmanuel Macron, umboðandi flokkin La République En Marche, LREM, fekk 58,5 prosent av atkvøðunum, meðan avbjóðarin Marine Le Pen frá Rassemblement National, RN, fekk 41,5 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2022
Arbeiðið at seta upp tær risastóru vindmyllurnar á Gellingarkletti við Oyggjarvegin hevur gingið væl og heldur fram
Sunnudagin kom síðsti vongurin á triðju vindmylluna, og longu týskvøldið varð fjórða vindmyllan liðugt reist. Hósmorgun varð byrjað at reisa fimtu vindmylluna, og um veðrið heldur sær, skuldi hon væntandi vera liðug í gjár.
Sostatt er einans ein vindmylla eftir at reisa. Veðrið komandi vikuna sær ivasamt út, men um veðrið er til vildar, verður sætta vindmyllan reist í næstu viku.
Tá er liðugt at reisa tær seks vindmyllurnar og eftir er at gera mekaniskt og elektriskt arbeiði inni í vindmyllunum, áðrenn arbeiðið at seta tær í rakstur kann byrja.
Nógv fleiri myndir hjá Jens Kr. Vang eru at síggja her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2022
Oyggjarnar raðfesta avrigging av gomlum oljupallum høgt og fyrireika at útbyggja havn nærhendis Lerwick til nýggju vinnuna í kjalarvørrinum á olju- og gassøldini
Í farnu viku kom heimsins størsta flutningsskip “Pioneering Spirit” til Hetlands við 83 metra høga og 8.500 tons stóra undirstøðinum á oljupallinum Ninian Northern.
Tað varð flutt á land í Dales Voe avriggingarhavnini uttan fyri Lerwick. Undirstøðið, (jacket) kemur av oljuleiðini í norðasta partinum av Norðsjónum, og verður nú tikið sundur til endurnýtslu. Umleið 98 prosent av stálinum verður endurnýtt. So talan er um bæði eina umhvørvis- og endurnýtslu uppgávu - og tað snýr seg sjálvandi eisini um, at stóru oljufeløgini skulu rudda upp eftir sær sjálvum eftir lokið arbeiði.
Við hesi nýggjastu “decommissioning” uppgávuni aftrat hevur Hetland av álvara sett seg á heimskortið sum framtíðar avriggingarstað fyri oljupallar og útbúnað úr Norðsjónum, ið hava tænt sína tíð. Fleiri av pallunum eru frá 70-árunum.
Hóast fleiri onnur pláss í Bretlandi verða nýtt til avrigging av pallum og útbúnaði frá olju- og gassleiðum í Norðsjónum, so verður nú av álvara varpað ljós á okkara næsta granna fyri sunnan, Hetland.
Lerwick millum best egnaðu plássini
Tá bretskir myndugleikar nøkur ár herfyri fóru undir at kanna, hvat er best egnaða plássið í Bretlandi til at hýsa framtíðar avrigging (decommissioning) av útbúnaði frá olju- og gassleiðum í Norðsjónum varð økið nærhendis Lerwick, Dales Voe, útpeikað sum sera vælegnað til at hýsa nýggju vinnuni.
Her er djúpt vatn og umstøðurnar á landi eru góðar. Eisini liggur hetta plássið burtur frá bygdum øki. So mikið stóran týdning hava íleggjarar og fíggingarstovnar mett útbygging av avriggingarhavnini í Dales Voe hava fyri bæði Hetland og alt Bretland, at skotska stjórnin, menningarstovnurin Highlands and Islands Enterprise og Bank of Scotland tóku undir við at fíggja verkætlanina, sum nú eisini skal víðkast enn meira.
Dales Voe varð av álvara royndarkoyrt, tá sjálvur pallurin (topside) á Ninian Northern feltinum varð fluttur til Hetlands í 2020. Ta uppgávuna megnaðu hetlendingar so mikið væl, at nú fall so valið aftur á Dales Voe at taka til lands undirstøðið á fyrrverandi oljuleiðini í Norðsjónum. Og til báðar uppgávurnar er heimsins størsta flutnings- og lyftiskip Pioneering Spirit brúkt.
Tað er júst útbygt við einum stórum krana, ið einsamallur lyfti tað 8.500 tons tunga undirstøðið og sigldi tað til Hetlands, har tað síðani varð flutt á ein prám, ið flutti tað seinasta teinin at keiini í Dales Voe.
Komandi átta mánaðirnar fara so fólk frá feløgunum Peterson og Veolia at taka stálundirstøðið sundur. Nærum 100 prosent av stálinum verður endurnýtt.
Í Hetlandi verður nú roynt av øllum alvi at gera til veruleika eina verkætlan til útbygging av Dales Voe avriggingarhavnini við eini nýggjari djúpvatnskei, sum í framtíðini skal kunna taka ímóti nærum øllum útbúnaði frá gomlum oljuleiðum í Norðsjónum.
Stórar uppgávur fyri framman
Felagið Allseas, sum eigur Pioneering Spirit, fegnast um stóra áhugan at brúka teirra tænastur. Longu nú eru bíleggingar av sama slag sum henda seinasta í Hetlandi at flyta útbúnað frá oljuleiðum uppá 123.000 tons tilsamans. Ein partur av hesum eru olju- og gassleiðir, sum liggja ikki so langt úr Føroyum.
Skipið er annars eisini ætlað at brúka í vindorkuvinnuni og aðrari varandi orkuvinnu.
Mett verður at avriggingarvinnan, sum vanliga verður nevnd “decommissioning”, fer at skapa nógv arbeiðspláss og inntøkur til ymsu plássini rundan um Norðsjógvin. Her er talan um avriggingarhavnir bæði í Englandi, Skotlandi og Hetlandi eins og í Norra, Danmark og Hálandi.
Skapar nógv arbeiði
Vinnan er við til at seta nógvar ringar í sjógvin, tí brúk er fyri fakfólki og feløgum innan nógvar ymsar vinnugreinar, tá farið verður undir at fyrireika slíkar stórar verkætlanir. Eitt nú er brúk fyri togarum, frálandsskipum og mongumøðrum veitarum, tá hesar verkætlaninar skulu gerast veruleiki. Og á landi geva tær nógv arbeiði til fakfólk av ymsum slag. Her skulu vit ikki gloyma týdningin tað hevur fyri eina havn sum t.d. Lerwick, ið gjøgnum øll hesi seinastu fimti árini longu hevur verið veitari hjá olju- og gassvinnuni bæði eystan og vestan fyri Hetland.
Hetlendingar fegnast um, at hetta risastóra skipið, sum er 382 metrar langt og 124 metrar breitt hevur kunnað sigld heilt inn til havnina í Dales Voe, nakað, sum í framtíðini kann vísa seg at gerast ein stórur fyrimunur, tá líknandi uppgávur skulu avgreiðast.
Myndir og keldur: Shetland News, Energy Voice, Offshore Energy
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2022
Russiska Gazprom hevur avgjørt at steðga øllum gassflutningi til Pólands og Bulgaria
Russiska stjórnin, sum hevur hótt við at steðga gassveitingini til lond í Vesturheiminum, sum ikki vilja rinda í ruplum fyri gassið, hevur nú gjørt álvara av sínum hóttanum við at steðga gassveitingini til Pólands og Bulgaria.
Hetta russiska kravið er annars komið eftir tær mongu sanktiónirnar, sum vesturheimunin hevur sett í verk móti Russlandi. Putin hevur sagt, at sonevnd “óvinarlig” lond skulu rinda fyri gassið við russiska gjaldoyranum ruplum.
Póland innflytur í dag 60 prosent av sínum gassi úr Russlandi, meðan Bulgaria innflytur nærum 90 prosent av gassinum frá russiska grannanum. Tað ljóðar tó, at tað verður torført hjá russum heilt at steðga gassveitingini til Bulgaria, tí fleiri av gassleiðingunum úr Ruslandi til onnur lond ganga gjøgnum Bulgaria.
Pólski uttanríkisráðharrin sigur, at landið er ført fyri at liva við russisku avgerðini, tí tað hevur longu fyri nógvum árum síðani, serliga eftir innrásina á Krim í 2014, fyrireikað seg til hesa støðuna. Eitt nú er bygd ein LNG móttøkustøð í Pólandi, sum tekur ímóti gassi úr øðrum londum t.d. USA. Eisini komandi gassleiðingin Baltic Pipe, sum gongur úr Noregi umvegis Danmark til Pólands, fer at veita gass til lond í Eysturevropa. Hetta skrivar BBC, sum eisini umrøður støðuna sum byrjanina til veruligt orkukríggj í Evropa.
Almenna pólska gassfyritøkan PGNiG, sum keypir 53 prosent av sínum gassi frá Gazprom, váttar, at gassflutningurin er steðgaður og sigur, at avgerðin er brot á sáttmálan við russiska felagið. Sagt verður annars, at gassgoymslurnar í Pólandi eru nærum fullar, so russiska avgerðin fer ikki at fáa avleiðingar her og nú. Póland vónar so at nøkta sín framtíðar gasstørv við LNG gassi úr øðrum londum. Trupulleikar kunnu tó koma av álvara næsta vetur.
Eygleiðarar siga, at við hesi seinastu avgerðini hjá Russlandi, hevur landið veruliga tikið avgerandi stigið til at brúka gassútflutningin sum politiskt vápn og fer henda avgerðin uttan iva at seta meira ferð á ætlaninar hjá Vesturheiminum at gera seg heilt óheft at russiskari orku í framtíðini. Vesturheimurin vil nevniliga vera við, at orkusamhandil við Russland sáar iva um veitingartrygdina hjá Evropa, nú Russland verður hildið at vilja brúka gass og aðra russiska orku sum amboð í geopolitiska stríðnum. Álitið, sum varð fyrr, er rætt og slætt rokið.
Nógv verður gitt í løtuni um, hví Russland hevur tikið hetta stigið júst nú. Greinarar gita, at hetta er eitt tekin ella ávaring til Týskland, at tað verður næsta landið, sum fer at verða rakt. Hetta sum svar uppá, at Týskaland og Póland eru farin undir eitt samstarv á orkuøkinum, sum skal hava við sær, at Týskaland í framtíðini heilt skal gevast við at innflyta olju úr Russlandi.
Spurningurin um hví russar vilja hava lond at rinda við ruplum fyri gassi er eisini nógv frammi í løtuni og eygleiðarar vilja vera við, at hetta russiska kravið er ætlað at undirgrava sanktiónirnar hjá Vesturheiminum móti fíggingarstovnum í Russlandi. Við at rinda í ruplum eru evropeisk lond við til at taka broddin av teirra egnu sanktiónum sigur norska útvarpið.
Spurningurin um russiska orku sum heild fær umrøðu í øllum heimsins miðlum í løtuni. Ikki minst tí at talan er um eitt tvíeggjað svørð. ES kann illa vera russiska orku fyriuttan, meðan Russland tørvar vesturlendsku pengarnar, nú teir m.a. eru við til at fíggja kríggið í Ukraina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2022
Sama er galdandi fyri fleiri av hinum londunum í ES. Putin hóttir við at slíta gasssambandið, um lond ikki vilja rinda í ruplum fyri gassið
Hóast Vesturheimurin longu hevur sett hópin av sanktiónum í verk móti Russlandi, seinast við at nokta russiskum skipum at brúka havnir í ES og USA, so er enn eingin endalig avgerð tikin um at heilt at steðga innflutninginum av koli, olju og gassi úr Russlandi.
Einstøk lond hava tó gjørt av at gevast við at innflyta orku úr Russlandi, men tey londini, sum í stóran mun dúva uppá russiska orku, eitt nú størsti búskapurin í Evropa, Týskaland, hevur enn ikki tikið avgerð um endaliga at kvetta við russiska orkuinnflutningin. Kortini gjørdi Týskaland av herfyri at steðga Nord Stream 2 gassverkætlanini, ið annars skuldi flyta stórar nøgdir av gassi úr Russlandi til Evropa.
Hart kjak er í Týskalandi um russisku gassframtíðina. Deutsche Bundesbank hevur sambært Finansial Times roknað seg fram til, at tað fer at kosta týska statinum hundraðtals milliaardir, um ES ger av at gevast við at keypa gass úr Russlandi.
Bara fyri Týskaland verður upphæddin 1.339 milliardir krónur. Hetta fer samtíðis at minka bruttutjóðarúrtøkuna við 5 prosentum eins og hækka streymprísirnar munandi og loksins føra til resessión. Týski búskaparráðharrin boðaði í farna mánaði frá, at Týskland frá 2024 fer heilt at gevast við at keypa gass úr Russlandi. Týskland hevur júst avgjørt at útseta ætlanina at gevast við kolaorku, nú so stórur tørvur er á orku.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur annars hótt við at skrúva fyri gasskrananum til sokallað fíggindaliga sinnað lond í vesturheiminum, um tey ikki rinda í ruplum fyri gass tey keypa úr Russlandi. Slík lond sum eitt nú Eysturríki vísa á, at hetta er ikki í tráð við sáttmálarnar um keyp av russiskum gassi.
Putin hevur tó hótt við at slíta orkusambandið frá umleið 1. juni, um lond ikki rinda í ruplum. Póland, sum er sera heft at russiskum gassi, ætlar at skifta út gassið úr Russlandi við flótandi LNG gass úr Noregi. Hetta skal koma gjøgnum nýggju baltisku gassleiðingina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2022
Víkingur flongdi HB í Norðragøtu og 07 Vestur vann óvæntað 3-2 ímóti NSÍ. Fult umfar varð leikt í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum sunnudagin
Sjeynda umfar í Betri deildini varð avgreitt sunnudagin.
Um vit kunnu tosa um kreppu í HB, er helst ov tíðliga at siga enn, men tað mugu aðrir bollar í suppuna, um sigursvanda liðið skal kappast um FM-heitið í ár.
Hinvegin er greitt, at Víkingur er flúgvandi, og ætlar sær at geva KÍ kapping um gullið. Víkingur snøgt sagt setti HB upp á pláss við 4-2 sigri ímóti HB. Tað gjørdi Víkingur við málum frá Olafi Bárðarsyni og Sølva Vatnhamar, sum skoraðu tvey mál í part.
- Eg standi eftir við einari kenslu, sum eg ikki havi staðið við í langa tí. Vit blíva milt sagt smurdir av, segði HB-málverjin Teitur Gestsson við Televarpið eftir dystin.
- Nú fara vit til vening í morgin, og royna at kempa okkum inn í stríðið aftur. Tað er einki annað at gera. Man kann velja at geva upp, men tað er ov tíðliga, segði Teitur Gestsson.
Víkingur hevur nú 15 stig, og er komið upp á annað plássið. Havast skal í huga, at Víkingur hevur spælt ein dyst færri enn KÍ og HB.
Hjá KÍ var heldur eingin slingur í valsinum sunnudagin. Klaksvíkingar vóru á vitjan hjá B68 á Svangaskarði, og vunnu trygt 5-0. KÍ hevur fulla úrtøku, og liggur á fyrsta plássið við 21 stigum.
Tvey óvæntað úrslit komu í hinum dystunum, sum vórðu leiktir. 07 Vestur vann 3-2 ímóti NSÍ í einum dysti, har vágamenn fyrst vóru á odda við 3-0. Flott úrslit hjá 07 Vestur, men í NSÍ gongur illa í hond. Eftir sjey umfør hava runavíkingar bara skavað seks stig saman.
Skálamenn stríddu seg til sín triðja javnleik í ár. Tað var ímóti einum B36-liði, sum annars hevur verið í góðum stima seinastu umførini.
EB/Streymur reisti seg eftir lemjandi 5-0 ósigur ímóti B36 seinasta vikuskifti, og vann 1-0 ímóti AB.
Víkingur - HB 4-2 (1-0)
10’ Olaf Bárðarson 1-0
52’ Olaf Bárðarson 2-0
57’ Jákup L. Thomsen 2-1
72’ Sølvi Vatnhamar 3-1
75’ Sølvi Vatnhamar 4-1
90’ Øssur M. Dalbúð 4-2
Skála - B36 1-1 (0-0)
54’ Brian Jakobsen 0-1
82’ Dávid Johansen 1-1
07 Vestur - NSÍ 3-2 (1-0)
45’ Mads Borchers 1-0
52’ Mads Borchers 2-0
54’ Mads Borchers 3-0
70’ Hans Marius Davidsen 3-1
87’ Klæmint Andrasson Olsen 3-2
B68 - KÍ 5-0 (0-3)
22’ Jóannes Bjartalíð 0-1 (br.)
29’ Árni Frederiksberg 0-2
33’ Páll Andrasson Kletsskarð 0-3
60’ Páll Andrasson Klettskarð 0-4
75’ Jóannes Bjartalíð 0-5
EB/Streymur - AB 1-0 (0-0)
82’ Gutti Dahl-Olsen 1-0
1. KÍ (21 stig)
2. Víkingur (15 stig)
3. HB (14 stig)
4. B36 (10 stig)
5. EB/Streymur (10 stig)
6. 07 Vestur (8 stig)
7. NSÍ (6 stig)
8. B68 (5 stig)
9. AB (4 stig)
10. Skála (3 stig)
Leygardagin 30. apríl
Kl. 14: EB/Streymur-B68
Kl. 16: AB-B36
Kl. 18.30: KÍ-Víkingur
Sunnudagin 1. mai
Kl. 15.15: HB-07 Vestur
Kl. 16: NSÍ-Skála
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2022
Lutakast hevur verið um hvussu spælast skal í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið
Lutakast var í 3-2 týskvøldið um hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið.
Steypavinnararnir í fjør, B36, fáa trupla mótstøðu og skulu royna at basa Víkingi.
Fjórðingsfinalurnar hjá monnum (18. mai)
HB-AB
B36-Víkingur
KÍ-ÍF
TB-07 Vestur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2022
Markus Isaksen gjørdi einasta málið í 1-0 sigrinum á Ný Kaledonia, tá U17-landsliðið við dreingjum hósdagin vann annan dystin í Uefa menningarkappingini í Estlandi
– Hetta var ein góður sigur at fáa, eftir tapið í fyrsta dystinum. Vit skaptu fleiri stórar málkjansir, men høvdu ilt við at skora, umframt at tvey mál vórðu kolldømd. Tí kendist tað sum ein lætti, at vit fingu sigursmálið seint í dystinum. Men tað var fult uppiborið, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum.
Eftir at hava tapt heldur stórt í fyrsta dystinum í Uefa menningarkappingini í Estlandi, stóðu føroysku dreingirnir eftir sum sigursharrar, tá annað umfar var á skránni, og mótstøðuliðið var Ný Kaledonia.
Úrslitið gjørdist 1-0 til Føroyar, og avgerandi málið skoraði Markus Isaksen tá góðir níggju minuttir vóru eftir at spæla. Dómarin dømdi brotsspark, Markus var settur at skjóta, og hann sveik ikki álitið.
– Hendan kappingin leggur upp til, at allir í hópinum spæla minst ein dyst, og loyvt er at gera 9 skiftingar í hvørjum dysti. Tað hevur við sær, at liðini skifta nokk so fitt út í dystinum og millum dystir. Vit kunnu siga, at spælarar og menning eru í fokus, heldur enn úrslit, sigur Eyðun Klakstein.
Triði og seinasti dystur í kappingini verður sunnudagin, og tá er mótstøðuliðið Kasakstan. Vónandi eru fleiri morgunmenn á liðnum, tí dysturin er nevniliga settur at byrja longu klokkan 8 sunnumorgunin føroyska tíð, sum er klokkan 10 lokala tíð.
Í fyrsta umfari vann Kasakstan 6-0 á Ný Kaledonia, og hósdagin spældu kasakar javnleik 2-2 móti Estlandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2022
Hóast runavíkskvinnur eru langt frá oddinum, syrgdu tær fyri meira spenningi í bestu kvinnudeildini, tá tær vóru fyrsta liði at taka stig frá KÍ
Runavíkskvinnur, sum annars hava havt eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið, leiktu málleysan javnleik móti FM-favorittunum.
Tríggir dystir vóru sunnudagin leiktir í bestu fótóltsdeildini hjá kvinnum.
Undan umfarinum var stóri spenningurin í Runavík, har oddaliðið KÍ, sum hevði fulla úrtøku, vitjaði. Men hesum fekk NSÍ, sum annars ikki hevur fingið eina góðan byrjan, steðgað. Úrslitið gjørdist ein málleysur javnleikur.
B36 vann uttan trupulleikar á Eiðinum í Vági. Felagsliðið í Suðuroynni, sum á fyrsta sinni roynir seg í bestu deildini, roynir at fóta sær, og hevur enn ikki fingið nakað stig.
Í Hólmanum á Eiði brustu EBS/Skála og Víkingur saman. Seinasta umfar mátti EBS/Skála leggja rygg til eitt tap ímóti KÍ, men hesaferð reisti felagsliðið seg og vann 2-1 ímóti Víkingi eftir at støðan var 1-1 í hálvleikinum.
07 Vestur og HB hittust á Dungasandi leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)
Ein dystur var leiktur í deildini leygardagin tá HB var á vitjan hjá 07 Vestur á Dungasandi. HB vann 2-0.
07 Vestur - HB 0-2 (0-2)
5' Elin Maria Isaksen 0-1
9' Elin Maria Isaksen 0-2
TB/FCS/Royn - B36 0-10 (0-5)
18’ Livyan Kétille Borges Silva 0-1
30’ Emma Hansdóttir 0-2
33’ Emma Hansdóttir 0-3
34’ Emma Hansdóttir 0-4
39’ Biita Rasmussen 0-5
54’ Livyan Kétille Borges Silva 0-6
58’ Katrina Sjóvará 0-7
59’ Ronja Leonsson 0-8
63’ Olga Kristina Hansen 0-9
67’ Livyan Kétille Borges Silva 0-10
EBS/Skála - Víkingur 2-1 (1-1)
13’ Rakul Vesturdal Magnussen 1-0
35’ Marita á Fríðriksmørk 1-1
66’ Kára Djurhuus 2-1
NSÍ - KÍ 0-0
1. KÍ (13 stig)
2. EBS/Skála (12 stig)
3. HB (9 stig)
4. B36 (9 stig)
5. 07 Vestur (9 stig)
6. NSÍ (4 stig)
7. Víkingur (3 stig)
8. TB/FCS/Royn (0 stig)
Leygardagin 30. apríl:
Kl. 15: KÍ - 07 Vestur
Sunnudagin 1. mai:
Kl. 12.15: HB-B36
Kl. 15: Víkingur - NSÍ
Kl. 15: TB/FCS/Royn - EBS/Skála
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2022
Lutakastið fall soleiðis, at steypavinnararnir í fjør, NSÍ, skulu ein túr til Fuglafjarðar at spæla um eitt pláss í fjórðingsfinaluni
Í ár eru heili tíggju lið við í steypakappingini í fótbólti hjá kvinnum.
Tískil verður fyrst eitt umfar áðrenn liðini til fjórðingsfinalurnar er funnin.
Lutakast var í sendingini 3-2 týskvøldið:
Undanumfar (5. mai)
NSÍ-ÍF
AB-Ebs/Skála
Fjórðingsfinala (5. og 6. juni)
Víkingur-Vinnari 1 (NSÍ ella ÍF)
KÍ-TB/FCS/Royn
B36-Vinnari 2 (AB ella EBS/Skála)
HB-07 Vestur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2022
Dysturin millum Danmark og Føroyar endaði 26-15, men avrikið hjá føroysku kvinnunum var gott
Tað var greitt undan dystinum at bitin var stórur, tá føroysku kvinnurnar farna leygardag skuldu møta HM-bronsuvinnarunum Danmark í EM-undankappingardysti. Talan gjørdist um eitt góðkent føroyskt avrik við dystinum, sum endaði 26-15, eftir 12-9 í hálvleikinum.
Avrikið var góðkent, tí talan var um eitt føroysk lið, sum vardi væl saman við málverjunum og spældi kontrollerað og skipað í álopinum.
Føroyska liðið fekk eina góða byrjan uppá dystin og vóru á odda 3-2 eftir fyrstu 5 minuttirnar. Serliga vóru tað Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen, sum vóru væl upplagdar við teirra sterka spælið ein móti einari. Tær løgdu nógv trýst á uttaru síða av bakkunum og hepnaðist hetta væl. Hetta vann føroyska liðnum heili fimm brotskøst í fyrra hálvleiki, sum Maria Halsdóttir Weyhe setti í málið. Hartil stóð føroyska verjan væl, har serliga Lív Zachariasen í miðverjuni í gjøgnum allan dystin var sera eyðsýnd. Í føroyska málinum stóð Annika Fríðheim Petersen sera væl, og var tað serliga donsku vongspælarunum, sum hon gjørdi lívið súrt fyri.
(Mynd: EHF)
Danmark vann seg spakuliga fram um í leypi av fyrra hálvleiki, men hekk føroyska liðið væl í, og fóru liðini til hálvleiks við støðuni 12-9 til Danmark.
Danmark økti spakuliga um leiðsluna í seinna hálvleiki. Føroyska liðið spældi seg fyri tað mesta til góðar málmøguleikar, men gekk tað sera illa at fáa mál frá vonginum. Hóast eitt ótal av royndum, fekk føroyska liðið einki mál av vonginum hesaferð, hvørki úr vinstru ella høgru.
Talan var um eitt betri avrik leygardagin, í mun til dystin mikudagin undan móti Rumenia. Vit kunnu fegnast um góða verju- og málverjaspælið, og at føroyska liðið spældi tolið og skipað í álopinum. Minni góð var skotavgreiðslan hjá okkara vongum.
Eftir dystin var málverjin Annika Fríðheim Petersen kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum.
Hetta var seinasti EM-undankappingardysturin í hesum bólkaspælinum og verður tað HM-undankapping, sum verður á skránni hjá kvinnunum komandi kappingarár.
Málskjúttar:
Maria Halsdóttir Weyhe 6 mál
Súna Krossteig Hansen 3 mál
Jana Mittún 3 mál
Lív Bentsdóttir Zachariasen 1 mál
Pernille Brandenborg 1 mál
Nina Katrina Johansen 1 mál
Dystargongdin:
5 min. 2-3
10 min. 5-4
15 min. 7-4
20 min. 8-5
25 min. 10-7
30 min. 12-9
35 min. 14-10
40 min. 16-12
45 min. 19-13
50 min. 20-14
55 min. 24-15
60 min. 26-15
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2022
19 ára gamli Jónas Dam Djurhuus verður partur av ÍBV í Vestmannaoyggjunum komandi kappingarár
Enn ein H71-ari leitar sær nú av landinum at spæla hondbólt, tí komandi kappingarár verður 19 ára gamli Jónas Dam Djurhuus partur av ÍBV í Vestmannaoyggjunum.
Íslendska felagið rósar Janusi og sigur hann hava havt ein lyklaleiklut í viðgongdini hjá barndómsfelagnum, H71, sum hevur vunnið greipuna í ár.
- Janus er ein tekniskt góður lámur spælari, sum er partur av frálíka 2002-árganginum hjá H71 og føroyska U20-landsliðnum, sum í summar skal spæla EM-endaspæl í Porto í Portugal, skrivar ÍBV á síni heimasíðu.
Har sigur Janus seg eisini vera spentan at sleppa í gongd í ÍBV, og hann taldist millum áskoðararnar, nú eyjamenn um vikuskiftið vunnu á Stjörnuni og tryggjaðu sær pláss í hálvfinulunum um meistaraheitið.
Janus Dam Djurhuus heldur, at ÍBV er eitt gott stig á leiðini og kann hjálpa honum at mennast sum hondbóltsspælari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2022
H71 útflytir í hesum døgum spælarar í stórum stíli. Pætur Mikkjalsson fer næsta kappingarár at spæla í næstbestu svensku manseildini
Mikumorgunin varð kunngjørt, at Pætur Mikkjalsson komandi kappingarár skal spæla í næstbestu svensku mansdeildini í hondbólti, Allsvenskan, og hevur gjørt sáttmála við toppfelagið Amo Handboll.
Hetta skrivar H71 á heimasíðuni.
Pætur er sostatt tann fimti spælarin úr hópinum hjá H71 í vetur, sum fer av landinum at spæla, tá ið kappingarnar byrja aftur í summar, og hann er fjórði H71-arin á manslandsliðnum, ið nú tekur við nýggjum avbjóðingum uttanlands.
24 ára gamli strikuspælarin fer til svenska felagið Amo Handboll, sum er heimahoyrandi í suðursvensku bygdini Alstermo, ið telur 900 íbúgvar. Amo Handboll spratt í 2016 úr lokala felagnum, Alstermo IF, við tí fyri eyga at menna elituhondbólt.
Fimti landsliðsspælarin
Síðsta kappingarár gekk framúr væl, tí Amo Handboll fekk 40 stig og vantaði bara eittans stigið í at vinna sær beinleiðis uppflyting í bestu svensku deildina, Elituseriuna. Tíverri bar ikki á mál, og Amo tapti allar uppflytingardystirnar, men nú ætla tey sær, at komandi kappingarárið skal enda øðrvísi.
– Í Pæturi síggja vit ein spælara við royndum og hugburði, sum kann vera við til at betra dygdina á liðnum í bæði verju og álopi, sigur Amo Handboll í morgun í tíðindaskrivi, har boðað verður frá, at onkur tíðindi um hópin verða at frættað aftrat komandi tíðina.
At tey í Amo Handboll ikki ætla sær einki, sæst aftur í hópinum, har Pætur verður fimti landsliðsspælarin. Hinir eru Minik Dahl Hoegh úr Grønland, Gusten Montonen úr Finnlandi, Maximilian Binderis úr USA og Evon Mohlin, sum hevur verið úttikin til venjingarlegur hjá hollendska landsliðnum.
“Seldi” seg væl ímóti Týsklandi
Felagið setti seg í samband við Pætur undan “play-off” dystinum á heimavølli ímóti Týsklandi páskaaftan, men so títt og knapt tann dysturin var av, hevði felagið eitt tilboð um sáttmála til hansara. Ei undur í, tí Pætur taldist millum teir allarbestu á føroyska liðnum og spældi sera sannførandi í bæði verju og álopi, skrivar H71 á heimasíðuni.
Pætur er uppvaksin í H71, men hevur eisini spælt við Neistanum, danska SUS Nykøbing og seinast við íslendska KA á Akureyri, har hann spældi saman við Áka Egilsnes, Allan Norðberg og Nicholas Satchwell. Í ár er hann tó komin heimaftur til H71, men ætlaði ikki at steðga leingi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2022
Fýra føroyskir boksarar fáa servenjing av royndum venjarum um vikuskiftið. Møguleiki er hjá almenninginum at vera til staðar
Um vikuskiftið skipar Tórshavn Boksing fyri einum serligum venjingartiltaki.
Tríggir royndir boksivenjarar koma úr Danmark til Føroyar fyri at leggja teimum fýra føroysku nevaleikarunum lag á, sum komandi viku skulu til Danmarkar at boksa DM fyri byrjarar.
Venjingin fer fram í hølunum hjá Tórshavn Boksing á Hjalla, og í dag millum klokkan 14 og 17 verður sokallað “open gym” har møguleiki er hjá øllum at koma innar og síggja hvussu vant verður.
Hetta tiltakið er ein liður í tiltakinum hjá Tórshavn Boksing, kallað “heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn”.
Teir fýra føroysku boksararnir, sum skulu við til DM fyri byrjarar eru hesir:
Jonathan Malaikev. Boksar í 60 kilo flokkinum, elite, hevur boksað seks dystir
David Kunoy. U19 í 67 kilo flokkinum, hevur boksað tríggjar dystir.
Teitur Annand. U19 í 57 kilo flokkinum, hevur boksað tveir dystir.
Magni Vang, U19 í 75 kilo flokkinum, skal boksa sín fyrsta dyst.
Teir tríggir útlendsku venjararnir eru:
Lars Gierringe, venjari í Bokseteam Helsinge. Hevur 38 ára royndir við venjing av bæði eliteboksarum og professionellum.
Stuart Watson úr Bretlandi, er venjari í Rødovre Bokseklub. Royndur venjari við langari amatørkarrieru í Onglandi.
Morten Meng, venjari í Sydhavsøernes Bokseklub, umframt at vera venjari hjá professionella boksaranum, Oliver Meng, junior heimsmeistari hjá bæði IBF og WBC.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2022
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard svam leygardagin 800 metrar frí við tíðini 9:06.88, og hevur hon sostatt sligið sítt egna met, sum hon setti fyri trimum árum síðani
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havn setti leygarmorgunin føroyskt met á meistarastevnu í Ungarn, tá hon svam 800 metrar frí við tíðini 9:06.88.
Gamla metið, sum Vár sjálv átti, varð sett í apríl 2019. Tað var 9:08.50.
Vár hevur síðan byrjanina av februar verið í Budapest í Ungarn, har hon venur við felagnum BVSC, og seinastu dagarnar hevur hon luttikið á meistarastevnuni í langgeil í Debrecan, ið er næststørsti býur í Ungarn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2022
Í dag verður serlig svimjing um Skálafjørðin, tá svomið verður av Skála á Skipanes
Øll, sum duga væl at svimja og eru eldri enn trettan ár, eru vælkomin at svimja við.
Lopið verður útí á Skála, og skjóttgangandi bátar fylgja við svimjarunum yvir á Skipanes, inn í bátahylin undir Gøtueiði. Talan er um ein tein, sum er millum 1,2 og 1,3 kilometrar langur.
Áðrenn svimjararnir leypa á bláman, kunnu teir skifta á Skála, og klokkan 10.45 verða luttakararnir koyrdir oman á startin. Bussur koyrir síðani klæðini í neystið hjá kappróðrarfelagnum Niðri á Støð á Glyvrum, har til ber at lata seg í aftur.
Niðri á Støð á Glyvrum verður súpan at fáa, og har verður eisini ferðasteypið handað vinnaranum.
Skjóttgangandi bátar hjá bjargingarfelagnum tryggja, at svimjararnir koma trygt fram.
Umframt aldursmarkið á trettan ár, er eisini neyðugt at hava vátdrakt at svimja í.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2022
Stórmeistarin gjørdi bart í útsettu FM-kappingunum í snar- og kviktalvi farna vikuskiftið
Í FM-snarkappingini farna leygardag vann Helgi við fullum stigatali - 11 av 11. Honum næstir vóru brøðurnir Rógvi Egilstoft og føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen. Teir fingu 9½ stig hvør. Báðir taptu fyri Helga, og telvaðu javnt sínamillum. Hini níggju umførini vunnu teir alt.
Í kvikkappingini sunnudagin var Helgi aftur í flokki fyri seg. Níggju umfør vóru, og Helgi vann við 8½ stigi. Móti Herluf Hansen var remis, hini átta vann hann. Rógvi Egilstoft var aftur nummar tvey. Hann fekk sjey stig. Umframt ósigurin í innanhýsis talvinum fyri Helga, tapti hann eisini fyri Martini Poulsen.
Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen var ikki við í kvikkappingini - hann var upptikin av fótbólti.
Kappingarnar farna vikuskiftið skuldu upprunaliga vera í 2021, men vórðu útsettar vegna korona. FM-kappingarnar fyri í ár verða seinni.
Havnar Telvingarfelag skipaði fyri kappingunum í egnum hølum í Finsen.
Í snarkappingini høvdu telvarar tríggjar minuttir hvør til talvið umframt tvey sekund fyri hvønn leikin. Í kvikkappingini høvdu telvararnir tíggju minuttir hvør til talvið umframt fimm sekund fyri hvønn leikin.
FM-snar (43 telvarar - ellivu umfør)
1. Helgi Dam Ziska, HT 11 stig
2. Rógvi Egilstoft, ST 9½
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 9½
4. Martin Poulsen, HT 7½
5. Finnbjørn Vang, KTF 7
Luitjen A. Apol, HT 7
Silas Eyðsteinsson, ST 7
FM-kvik (36 telvarar - níggju umfør)
1. Helgi Dam Ziska, HT 8½
2. Rógvi Egilstoft, ST 7
3. Heðin Gregersen, KTF 6
4. Jón í Horni Nielsen, ST 6
5. Martin Poulsen, HT 6
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2022
Seinastu trý umførini í FM-kappingini fyri lið vóru leikt í bridgehúsinum í Gundadali farna leygardag
Kappingin hevur í ein ávísan mun verið merkt av koronafarsóttini og teimum tilmælum, sum í hesum sambandi vóru galdandi. Hetta hevur haft við sær, at FBS tók avgerð um at leika nøkur av fyrstu umførunum umvegis RealBridge-skipanina, ið inniber, at leikt verður á netinum.
Hóast hetta hevur haft ávísar avbjóðingar við sær, so fegnast FBS um, at tey luttakandi sum heild hava verið sinnað at tillaga seg umstøðurnar, soleiðis at gjørligt hevur verið at avgreiða kappingina.
Sum kappingin leið gjørdist greitt, at FM-heitið fór at standa millum verandi føroyameistarar, liðið hjá Dánjal Paula Mohr (Árni M. Dam, Per Kallsberg, Jóannes Mouritsen, Egil Sondum og Arne Mikkelsen), og liðið hjá Allan Dal-Christiansen (Símun Lassaberg, Pól Egholm, Magni Jøkladal, Heðin Mouritsen og Rói á Rógvu Joensen).
Liðið hjá Allan Dal-Christiansen hevur sýnt eitt gott og støðugt avrik gjøgnum kapingina, og við einum rættiliga greiðum sigri í fyrstu innanhýsis oddauppgerðini móti liðnum hjá Dánjal Paula Mohr kundi staðfestast, at liðið hjá Allan Dal-Christiansen hevði vunnið sær eina lutfallsliga trygga leiðslu, og tískil lá best fyri at taka FM-heitið frá verandi føroyameistarunum.
Hóast liðið hjá Dánjal Paula Mohr í seinasta umfarinum vann ein lutfallsliga tryggan sigur í oddadystinum móti liðnum hjá Allan Dal-Christiansen, so var hetta ikki nóg mikið til at taka seg framum, og sostatt gjørdist liðið hjá Allan Dal-Christiansen føroyameistarar 2022 við 214,25 stigum, meðan liðið hjá Dánjal Paula Mohr gjørdist nr. 2 við 205,59 stigum.
Raðfylgjan í FM-kappingini fyri lið gjørdist hendan:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2022
Tað er fyrst og fremst ein spurningur um trygd, sum er orsøkin til, at Russland ikki sleppur at vera vertur fyri HM í íshokki, sigur altjóða íshokkisambandið
Týsdagin upplýsti altjóða íshokkisambandið (IIHF), at HM í íshokki, sum skuldi vera í Russlandi næsta ár verður flutt.
Hendan avgerðin tók sambandið á fundi í sveisiska býnum Zürich týsdagin.
IIHF sigur, sambært Ritzau, at avgerðin í høvuðsheitum er tikin orsakað av stúran fyri trygdina hjá luttakarum, fjepparum og øðrum.
HM-kappingin skuldi verið í Sankta Pætursborg í døgunum 5. til 21. mai 2023, men nú skal nýggjur vertur finnast.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald