Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 07. mai 2022 | Nr. 19 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Stórur kavbátur á Nólsoyarfirði

SíÐa 2

1 Leygardagur 07. mai 2022

Góðan lesihug og gott vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Eftirsleipið

Føroyska landsvegakervið – herundir brúgvar og berghol – hevur eitt sokallað eftirsleip, ið er mett til 375 milliónir krónur.

Eftirsleip merkir tann upphædd, ið átti at verið brúkt til viðlíkahald, men sum ikki er brúkt – ella tað, sum tað kostar at fáa vegakervið upp á eitt nøktandi støði.

Tað er jú ein sannroynd, at politikarar – bæði lands- og kommunal – eru ógvuliga spent tá tað skulu brúkast pengar til nýggjar íløgur, sum kunnu vera til gagns og frama fyri tað økið, sum tey hava áhuga fyri.

Tað er eisini ein sannroynd, at tey eru knapt so spent at finna pengarnar fram, tá tað gongur upp fyri teimum, at tað ikki er nóg mikið at játta pengar til bygging og gerð. Ein og hvør íløga krevur á lepandi viðlíkahaldi.

Tá tað kemur til føroyska vegakervið, so liggur nógv á láni. Vit, sum koyra eftir landsvegunum merkja tað á slitnum asfalti, og vit kunnu eisini síggja hvar tað vantar í at umvæla vegaøkslir, strípur og bilverju til dømis.

Teknikararnir hjá Landsverki kunnu eisini staðfesta til dømis, hvussu illa brúgvarnar um áir og gil eru farnar, og hvør tørvurin er fyri at tað framhaldandi skal vera trygt at koyra.

Samferðslusøgan fortelur okkum, at tá vegskattur og vektavgjald vóru innførd hjá øllum bilaeigarum at rinda, so varð hesin eyka skattur latin landsverkfrøðinginum at brúka til at gera og viðlíkahalda vegakervið.

Landsstýrismaðurin við samferðslumálum upplýsti fyri tinginum í samband við svar av fyrispurningi í gjár, at tingið fór frá hesi praksis í sjeytiárunum. Síðan tá eru pengarnir, sum vit bilaeigarar hava rindað í vegskatti og vektgjaldi, farnir í “stóra pott”, og síðan hava politikararnir á hvørjum ári tikið avgerð um, hvussu nógv av hesum pengum so verða latnir aftur til tær ymsu konturnar undir landsverkfrøðingsstovninum – nú Landsverk – at brúka til viðlíkahald, kavarudding og annað.

Men langt frá allur peningurin fer aftur til vegakervið.

Landsstýrismaðurin kundi fyri tinginum í gjár upplýsa, at seinastu trý árini hevur landskassin í miðal hálað 140 milliónir krónur um árið inn í vektavgjøldum og vegskatti.

Men í meðal eru bert 47 milliónir av hesum játtaðar víðari til viðlíkahald av vegakervinum, rakstur og kavarudding.

Altso. Avgjøldini, ið verða áløgd borgarunum fyri at eiga bilar og akfør, eru ikki til at tryggja eitt dagført veganet, men er ein eykainntøka hjá landskassanum til at reka landshúsarhaldið – vælferðarsamfelagið.

Og sjálvandi eru tað borgarar sum nú óttast fyri royndunum hjá vágafólki og norðoyingum at sleppa undan 10 krónuni fyri at koyra ígjøgnum “teirra” tunnlar. Tey vilja knýta undirsjóvartunnlarnar upp í tað longu frammanundan niðurslitna landsvegakervið.

Hetta er hazard hugsunnarháttur. Dagsins livibreyðspolitikarar eru ikki førir fyri at veita teir pengarnar, ið eru neyðugir fyri at halda undirsjóvartunnlarnar tryggar. Tað hava tey prógvað.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 4259

    Lisnar síður: 13768

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 07. mai 2022

Stórur kavbátur á Nólsoyarfirði

Ein amerikanskur kavbátur kom hósdagin í Nólsoyarfirði, har manning verður skift

(Mynd: Kristian Vágsheyg Kruse)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinnapartin hósdagin varnaðust í Havn, at ein stórur kavbátur kom inn eftir Nólsoyarfirði.

Talan er um ein amerikanskan kavbát, sum skuli skifta manning. Kavbáturin hevur navnið USS Indiana og er kjarnorkurikin.

Kavbáturin sigldi spakuliga oman gjøgnum fjørðin og steðgaði ongantí rættiliga á, meðan manningarskiftið var.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2022

3 Leygardagur 07. mai 2022

IRF: Ein triðingur av burturkastinum sendur til endurvinning í 2021

Í 2021 tók IRF ímóti 42.109 tonsum av burturkasti, og IRF brendi 59,3 prosent, endurvann 33,2 prosent og tyrvdi 7,5 prosent

(Mynd: IRF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Árið í fjør hevur víst seg at vera eitt gott ár fyri endurvinningarøkið.

Nøgdirnar av burturkasti, sum IRF sendir til endurvinning eru vaksandi, og í fjør fóru fyrstu sendingarnar av graslíki og glasi eisini av landinum til endurvinning.

IRF sigur seg hava ment seg nógv á endurvinningarøkinum seinastu árini, og fleiri burturkastbólkar, sum fyrr vórðu brendir ella tyrvdir, eru fluttir uppeftir á burturkasttrappuni og verða nú sendir av landinum til endurvinning.

Í 2021 tók IRF ímóti 42.109 tonsum av burturkasti. Hetta er ein 3,4 prosent hækking í burturkastmongdunum samanborið við 2020, skrivar IRF í tíðindaskrivi.

IRF brendi 59,3 prosent av hesum burturkastinum, endurvann 33,2 prosent og tyrvdi 7,5 prosent.

Burturkastnøgdirnar, sum fóru til orkuútvinning (brenning) í 2021, vóru 24.967 tons í mun til 24.648 tons í 2020 og standa tískil mestsum í stað. Nøgdirnar til endurvinning í 2021 vóru 13.968 tons í 2021 í mun til 11.777 tons í 2020, sum er ein hækking á 18,6 prosent samanborið við 2020. Tyrvingin er minkað 26,3 prosent frá 4.305 tonsum í 2020 til 3.174 tons í 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2022

4 Leygardagur 07. mai 2022

Útvið 37.000 ferðafólk um flogvøllin í apríl

Hetta er næstan líka høgt tal sum sama mánaða í 2019, og gongdin er tann, at ferðafólkatalið á flogvøllinum í Vágum nú líkist tí, sum tað var áðrenn koronufarsóttina

Fyri apríl var ferðafólkatalið 36.853. Hetta eru beint yvir 1.110 færri fólk í mun til í apríl 2019, tá tað var 37.973 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ferðafólkatalið á flogvøllinum í Vágum byrjar at nærkast tí, sum tað var, áðrenn koronafarsóttin breyt út.

Hetta staðfesta nýggjastu tølini fyri ferðsluna um Vága Floghavn.

Fyri apríl var ferðafólkatalið 36.853. Hetta eru beint yvir 1.110 færri fólk í mun til í apríl 2019, tá tað var 37.973.

Um hugt verður eftir árinum higartil, so er talið góð 83 prosent av tí, sum tað var fyri fyrstu fýra mánaðirnar í 2019, skrivar kvf.fo.

Harvið er flogferðslan í Vágum á veg til sama støði, sum hon var áðrenn mars 2020, tá tølini fóru ógvusliga langt niður, orsakað av korona.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2022

5

Størv

KT-mennari til Sev

Meira Umsóknarfreist: 19. apríl 2024

Í læru sum event-tøkningur

Meira Umsóknarfreist:

Maskinmeistari til Sundsverkið

Meira Umsóknarfreist:

Dugir tú at lesa sjókort?

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Fíggjarleiðari til TAKS (endurlýsing)

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024

Verkfrøðingur til Sev

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

KT TRYGDARFÓLK TIL ATLANTIC AIRWAYS

Meira Umsóknarfreist:

Ergo - ella fysioterapeut til Sernám

Meira Umsóknarfreist: 01. mai 2024

Leiðari til verkstaðin hjá Berg Motors

Meira Umsóknarfreist:

Hevur tú royndir við C#, .Net og/ella Angular? - Vit leita eftir forritara!

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2024

Bókhaldsfólk til P/F Frost

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Sjúkrarøktarfrøðingur til Giljagarð í Leirvík

Meira Umsóknarfreist:
6 Leygardagur 07. mai 2022

Loksins var full semja um tiltøkini móti Russlandi

Men tað var eftir hvast og hart orðaskifti á tingi

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanlandsmálum, fær nú heimild til at seta tiltøk í verk móti Russlandi sum avleiðing av krígnum í Ukreina.

Eftir langa bíðitíð, kom málið til aðru viðgerð mikudagin. Øll tey 24 tingfólkini á fundin atkvøddu loksins fyri málinum.

Men hetta var eftir drúgva viðgerð og hart orðaskifti, har andstøða og samgonga løgdu hart eftir hvørjum øðrum.

Tað løgna í hesum máli er, at andstøðan í uttanlandsnevndini tekur treytaleyst undir við uppskotinum frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni við uttanríkismálum.

Samgongulimirnir í uttanlandsnevndini vildu hinvegin ikki geva egnum landsstýrismanni fulla heimild.

Tað er fiskivinnusamstarvið við Russland, sum er tað eyma punktið. Samgongulimirnir høvdu tí eitt broytingaruppskot, ið er soljóðandi:

“Tiltøk sum kunnu ávirka fiskivinnuavtalur við onnur lond, ella sum avmarka útflutning av fiskavørum og matvørum kunna ikki setast í verk uttan við heimild í serstakari løgtingslóg”

Altso – Jenis av Rana sleppur ikki at seta tiltøk í verk, sum ávirka fiskivinnuavtalurnar við Russlands, uttan at spyrja tingið fyrst.

Tá atkvøtt varð um broytingaruppskotið atkvøddu 13 samgongutingfólk fyri og 11 andstøðutingfólk ímóti.

Men tá henda atkvøðugreiðslan var avgreidd, var tað full semja í tinginum – 24 fyri og ongin ímóti – at senda uppskotið víðari í skipanini.

Fríggjadagin var málið til triðju og endaligu viðgerðina á tingi. Her varð tað samtykt við 30 atkvøðum fyri og ongari ímóti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2022

7 Leygardagur 07. mai 2022

Meiriluti fyri at steingja fyri russum

Flestu føroyingar eru framvegis ímóti, at vit taka ímóti flóttum frá muslimskum londum. Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt veljarakanning um uttanríkispolitiskar spurningar

Farmaskipið Eystnes hjá Smyril Line siglir enn í fastari farmarutu til m.a. Skt. Pætursborg í Russlandi. Meiriluti er millum føroyingar fyri at støðga at støðga hesum virksemi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er ein stórur partur av Føroya fólki, sum heldur, at fyribils bann skal setast fyri føroyskum útflutningi til Russlands.

Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Javnaðarflokkin á fólkatingi. 56 prosent av teimum spurdu taka undir við at seta eitt slíkt bann, meðan 25 prosent eri ímóti.

Javnaðarflokkurin hevur sett fleiri spurningar um uttanríkispolitisk mál, sum eru frammi í løtuni.

Spurt var eisini, um vit eiga at steingja føroyskar havnir fyri russiskum skipum. Eisini her er meira enn helmingurin fyri. 53 prosent av teimum spurdu svaraðu “ja” til spurningin: “Tekur tú undir við at steingja føroyskar havnir fyri russiskum skipum?”, meðan 30 prosent svaraðu “nei”.

Ja til ukreinar - nei til flóttar úr muslimskum londum

Spurt var eisini um Føroyar skulu taka ímóti flóttafólki, og her vísir tað at vera stórur munur á, hvaðani flóttafólkini koma.

Upp á spurningar um at taka ímóti flóttum frá Ukraina, svaraðu 85 prosent ja, 7 prosent nei og 8 prosent vistu ikki.

Men tá spurt var um vit eiga at taka ímóti flóttum úr Miðeystri og Norðurafrika, so er hugburðurin ein heilt annar. Tá vóru tað bert 30 prosent, sum søgdu ja, meðan 52 prosent søgdu nei og 18 prosent søgdu seg ikki vita.

36 prosent óttast fyri kjarnorkukríggi

Javnaðarflokkurin spurdi eisini um hvat fólk halda um kríggj og krígshóttanir.

Ein av spurningunum ljóðar: “Trýrt tú, at russisk hernaðarflogfør onkuntíð flúgva í føroyskum loftrúmi, uttan at vita vita av tí?”. 75 prosent siga ja, 8 prosent nei og 18 prosent siga seg ikki vita.

Upp á spurningin um tey eru “bangin fyri, at tað verður kjarnorkukríggj?”, svaraðu 36 prosent ja og 64 prosent nei.

Øll kanningin kann síggjast her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2022

8
Leygardagur 07. mai 2022

Útflutningurin til Russlands minkaði nógv í mars

Ongin alifiskur varð sendur til Russlands í mars, men nakað av uppsjóvarfiski, vísa nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 2,4 milliardir krónur í 12-mánaðarskeiðinum frá apríl 2021 til mars 2022 samanborið við undanfarna skeið. Tað er met.

Útflutningurin til Russlands minkaði í mars, men hinvegin hevur útflutningurin til Evropa ongantíð verið hægri ein ávísan mánað, skrivar Hagstovan.

Nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at meira varð útflutt av øllum týðandi fiskasløgum.

Útflutningur av laksi vaks við slakari hálvaaðru milliard krónum. Tað svarar til ein vøkstur á 45 prosent. Nøgdin er hækkað nærum 19.000 tons ella sløk 30 prosent hetta tíðarskeiðið.

Næststørsti vøkstur er makrelur. Útflutningurin av makreli vaks 451 milliónir krónur. Tað er ein vøkstur á 65 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av makreli 60 prosent.

Útflutningurin av toski vaks 248 milliónir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 32 prosent. Nøgdin vaks 15 prosent.

Minkaði til Russlands – vaks til Evropa

Útflutningurin til Russlands minkaði í mars mánaði. Útflutningurin í mars var 74 milliónir krónur. Í mars í fjør var útflutningurin 217 milliónir krónur.

Hinvegin vaks útflutningurin til Evropa (uttan Russland) munandi. Útflutningurin til Evropa hevur ongantíð verið hægri ein einstakan mánað. Útflutningurin til Evropa var 740 milliónir krónur. Í mars í fjør var útflutningurin til Evropa 445 milliónir krónur.

Myndin niðanfyri vísir mánaðarliga útflutningin til Russlands og Evropa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Útflutningurin til Russlands hevur seinastu árini verið nøkulunda javnt býttur millum alifisk og uppsjóvarfisk, men í mars var eingin útflutningur av alifiski til Russlands.

Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp, men er minkaður nógv samanborið við marsmánaðirnar seinastu árini. Í mars var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 17 milliónir krónur. Í mars í fjør var útflutningurin 46 milliónir krónur.

Sum sæst á myndini niðanfyri sveiggjar útflutningurin av uppisjóvarfiski væl meira enn útflutningurin av alifiski og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Útflutningurin av øðrum fiski, sum m.a. fevnir um ídnaðarfisk, herundir lodnu, var 36,5 milliónir krónur í mars. Í mars í fjør var útflutningurin av øðrum fiski 80,9 milliónir krónur. Í mars í 2020 var útflutningurin av øðrum fiski 0,3 milliónir krónur.

Vørubólkurin "aðrar vørur" fevnir fyri tað mesta um sølu av olju til russisk skip, ið leggja til kei í Føroyum. Í mars var útflutt fyri 20,4 milliónir krónur av øðrum vørum. Í fjør var útflutningurin av øðrum vørum 28,1 milliónir krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2022

9 Leygardagur 07. mai 2022

Hagstovan: Innflutningurin vaksin 1,8 milliardir krónur

Í tíðarskeiðnum apríl 2021 til mars 2022 innfluttu vit fyri 10 milliardir krónur, ið er metnógv

(Savnsmynd. Hagstovan/Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í tíðarskeiðnum apríl 2021 til mars 2022 var innflutningurin 10 milliardir krónur. Tað er 1,8 milliardir meira enn undanfarnu 12 mánaðirnar, og er talan eisini um eitt met fyri eitt 12-mánaðarskeið, upplýsir Hagstovan.

Á tølunum hjá Hagstovuni sæst, at innflutningurin á brennievni hækkaði 570 milliónir krónur – ein vøkstur á 63 prosent, sum serliga er vegna príshækking á økinum.

Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu vaks 45 milliónir krónur, ella 2,4 prosent.

Innflutningurin av maskinum, útgerð og tilfari annars til vinnuna (hav- og landbúnað, fiskavirking og aðra framleiðslu), er vaksin við slakari milliard ella 26 prosent, meðan vøksturin í innflutninginum av byggitilfari var 37 milliónir krónur ella 4,5 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2022

10 Leygardagur 07. mai 2022

Jenis hitti japanska ráðharran fyri útflutningsframa

Mikudagin hitti Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum tann japanska ráðharran fyri útflutningsframa, Kenji Wakamiya, sum vitjaði í Keypmannahavn

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Japanska sendistovan í Keypmannahavn skipaði fyri miðmálafundi, har høvuðsevnið var at umrøða stóru Expo-ráðstevnuna, sum verður í Osaka í Japan í 2025.

Beint fyri páskir var landsstýrismaðurin í Tokyo og undirritaði samstarvsyvirlýsing millum Føroyar og Japan við Takako Suzuki, ráðharra fyri uttanríkismál. Yvirlýsingin hevur til endamáls at skipa ein formligan karm fyri samstarvið millum Føroyar og Japan á handilsøkinum, umframt innan gransking, mentan og útbúgving o.a.

– Vit undirskrivaðu samstarvsyvirlýsing við Japan fyri sløkum mánaði síðan, og eg fegnast um, at longu at hava havt høvið at hitt japanska ráðharran fyri útflutningsframa, har lunnar vóru lagdir undir at fremja samstarvið í verki, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin sær nógvar góðar møguleikar í samstarvinum við Japan, eisini á vinnuliga økinum, og í tí sambandi kann møguliga gerast viðkomandi við føroyskar luttøka í Expo 2025, har tað í løtuni verður arbeitt við ætlanum um felagsbás fyri Norðurlond.

Uttanríkis- og mentamálaráðið


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2022

11 Leygardagur 07. mai 2022

Foreldur fáa rætt til at syrgja í 26 vikur

Uppskotið hjá landsstýrismanninum við almannamálum um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku til foreldur, ið missa eitt barn, varð samtykt við 3. viðgerð

Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum (Savnsmynd: Almannamálaráðið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Uppskotið hjá Sólvit Nolsø, landsstýrismanni við almannamálum, um endurgjald fyri mistar arbeiðsinntøkur í sambandi við, at eitt barn doyr, var í dag endaliga samtykt við triðju viðgerð í løgtinginum.

Hetta merkir, at missa foreldur eitt barn ella fáa eitt deyðføtt barn, kunnu tey nú syrgja í frið, uttan at hugsa um tað kann ganga útyvir teirra inntøku.

Við lógini fáa foreldur nevniliga rætt til 26 vikur í part, um ólukkan rakar, og barn teirra, yngri enn 18 ár, doyr.

Hendan lógin skal eftir ætlan koma í gildi 1. januar 2023. Ætlanin er at gera skipanina smidliga, so foreldur hava møguleika til at koma stigvíst aftur til arbeiðis, og neyðugt verður heldur ikki at brúka allar 26 vikurnar, um tørvur ikki er á tí.

Upphæddin fyri mistar arbeiðsinntøkur verður sett eftir lógini um almannatrygd og tænastur. Hægsta veiting er 25.513 krónur um mánaðin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2022

12 Leygardagur 07. mai 2022

Fólkaheilsustýrið kemur á nýggjárinum

Næsta stig er at fáa Farsóttarlógina á føroyskar hendur, sigur landsstýrismaðurin við heilsumálum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Løgtingið hevur einmælt tikið undir við uppskotinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni við heilsumálum, um at seta á stovn eitt føroyskt fólkaheilsustýri.

Formliga verður Fólkaheilsustýrið stovnsett á nýggjárinum, men pengar eru longu settir av á fíggjarlógini fyri í ár til fyrireikingarnar, og tær fara í gongd beinanvegin.

Tað hevur leingi verið eitt ynski í bæði heilsuverkinum og hjá skiftandi landsstýrissamgongum at savna eina røð av týðandi heilsufakligum uppgávum, sum í dag eru spjaddar ímillum ymiskar heilsufakligar stovnar og myndugleikar, í eitt fólkaheilsustýri.

Meira effektivt heilsuverk

Higartil hevur tað ikki borið á mál at umseta hetta ynski til veruleika, men nú bleiv so koronufarsóttin beinleiðis orsøk til, at ferð av álvara kom á málið.

Fólkaheilsustýrið skal í fyrstu syftu fevna um virksemið, sum í dag er í Fólkaheilsuráðnum, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Ílegusavninum, men afturat hesum fær stýrið fleiri nýggjar uppgávur at loysa og umsita.

Farsóttarlógin er næst

Landsstýrismaðurin leggur stóran dent á týdningin av, at allur avgerðarmyndugleikin eins og øll tilbúgving á heilsuøkinum eisini er á staðnum, serliga í kreppustøðum. Næsta stigið á leiðini er tí eisini at fáa sjálva farsóttarlógina og alt tað, sum umsitingarliga hongur saman við henni, á føroyskar hendur.

Kaj Leo Holm Johannesen legði sítt ynski um yvirtøku av farsóttarlógini fyri á landsstýrisfundi í november í fjør, og síðan hava samráðingar verið ímillum føroyskar og danskar myndugleikar hesum viðvíkjandi.

- Farsóttarlógin fevnir breitt, eisini um øki, har myndugleikin liggur hjá øðrum landsstýrisfólkum og aðalráðum, ikki minst hjá løgmanni sjálvum. Tí eru eisini markamótsspurningar at loysa, og tað krevur nakað av fyrireiking at fremja ta yvirtøkuna. Men eg rokni heilt vist við, at tað málið verður lagt fyri Løgtingið beint eftir ólavsøku, sigur landsstýrismaðurin.

- Eg haldi, at øll nú skilja, hvussu týdningarmikið tað er, at allur avgerðar- og umsitingarmyndugleiki er á staðnum, tá kreppustøður taka seg upp, og við covid-19 lærdu vit tað upp á tann harða mátan. Tað týdningarmesta er, at vit fáa eitt samlað heilsuverk, sum virkar væl. Tí fara vit smidliga fram og gera hetta í stigum, har uppgávur, avleiðingar og avbjóðingar verða væl og virðiliga greinaðar og viðgjørdar so hvørt. Nú er Fólkaheilsustýrið komið undir land, og eftir ólavsøku yvirtaka vit farsóttarlógina; hyggja vit so eitt sindur longur fram, er tað væl saktans náttúrligt, at landslæknaembætið ein dag eisini verður partur av føroyska Fólkaheilsustýrinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum.

Tíðindaskriv frá Heilsumálaráðnum



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2022

13 Leygardagur 07. mai 2022

Foreldramyndugleikalógin einmælt samtykt

Nýggj føroysk lóg um foreldramyndugleika og samveru var samtykt í løgtinginum í gjár

Savnsmynd: visualhunt)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vikuni hevur eitt samt løgting samtykt nýggja føroysk lóg um foreldramyndugleika og samveru.

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaðurin við almannamálum, legði í mars mánaði uppskotið fyri løgtingið. Síðani hevur uppskotið fingið eina gjølliga viðgerð í trivnaðarnevndini frá bæði myndugleikum, stovnum og áhugabólkum, har allar góðar kreftir eru lagdar í at finna eina breiða semju, og tað er eydnast.

- Eg fegnist almikið um, at tað nú er ein samd nevnd, sum við broytingum mælti løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Her er veruliga gjørdur ein stórur innsatsur fyri at finna semju, sum tekur hædd fyri betur at tryggja rættindini hjá barninum til bæði foreldrini, sigur landsstýrismaðurin.

[object Object]
Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður

Foreldramyndugleiki 
Við nýggju lógini fáa ógift foreldur betri møguleika at fáa felags foreldramyndugleika, og myndugleikar fáa heimild at taka avgerð um felags foreldramyndugleika.

Sum nakað nýtt kann avgerð takast um bústaðin hjá barninum. Við hesi heimild fáa foreldrini betri møguleika fyri at varðveita felags foreldramyndugleika, av tí at bústaðurin hjá barninum ofta kann vera tað, sum ósemjan snýr seg um, tá ið foreldrini ynskja at avtaka felags foreldramyndugleika.

Ásetingarnar um samveru verða nágreinaðar og víðkaðar m.a. soleiðis, at samvera kann ásetast við onnur enn foreldur, sum barnið er knýtt at. Eisini verður ásett, at samveruforeldrið hevur rætt til sjálvvirkandi viðbótarsamveru fyri mista samveru, um bústaðarforeldur hevur forðað samveru uttan haldgóða orsøk. Hetta merkir, at nýggj samvera verður ásett fyri mistu samveruna.

Barnsins besta 
Við nýggju lógini verða rættindi hjá barninum tryggjaði og styrkt. Tryggjað verður, at allar avgerðir verða tiknar við atliti at barnsins besta, og at fyrilit skal takast fyri sjónarmiðunum hjá barninum.

Fyri betri at tryggja, at sjónarmiðini og hugsanin hjá barninum kemur fram, fær Familjufyrisitingin heimild at seta í verk barnaserkøna kanning og biðja um ummæli frá serkønum um foreldrini í sambandi við viðgerð av málum sambært lógini. Børn kunnu nú heita á Familjufyrisitingina og biðja um at kalla foreldrini á fund um foreldramyndugleika, samveru ella bústaðin, har foreldrini og barnið so fáa høvi at tosa um viðurskiftini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2022

14 Leygardagur 07. mai 2022

Sáttmáli undirskrivaður um vegin oman fyri Argjahamar

Hægsta raðfestingin hevur verið at fáa lagt vegin so skynsamt sum gjørligt í lendið, fyri síðani at planleggja ítøkiligu byggingina á staðnum, har einar 200 íbúðareindir verða gjørdar, sigur Tórshavnar kommuna

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Undanfarna fríggjadag undirskrivaðu Articon og Tórshavnar kommuna sáttmála um vegagerðina oman fyri Argjahamar, har nýggj stór útstykking verður.

Vegagerðin er ein fortreyt fyri, at stóra útstykkingararbeiðið kann fara í gongd, og samstundis verður vegurin fluttur úr túnunum hjá fólki í ovastu røð og væl niðaneftir, skrivar Tórshavnar kommuna.

Vegurin er einar 600 metrar langur og gongur út í Glyvursnesvegin hjá festaranum.

Hægsta raðfestingin hevur verið at fáa lagt vegin so skynsamt sum gjørligt í lendið, fyri síðani at planleggja ítøkiligu byggingina á staðnum, har einar 200 íbúðareindir verða gjørdar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2022

15 Leygardagur 07. mai 2022

Eitt gott avkast við hækkandi rentum

Covid-19 misti takið, og partabrøvini hækkaðu nógv í 2021. Kundatilgongdin hevur enn einaferð gjørt tað møguligt hjá LÍV at lækka umsitingarkostnaðin hjá kundum við marknaðarrentu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyri fyrstu ferð í nógv ár vóru í 2021 tekin um lutfalsliga ógvusligar príshækkingar, og kom hetta í kjalarvørrinum av covid-19 farsóttini, sum byrjaði at herja í 2019. Renturnar hava verið hækkandi, og er tað grundað á óttan um, at prísvøksturin skal bíta seg fastan.

- Vit fegnast um úrslitið fyri 2021, har LÍV kundi bjóðað fleiri kundum vælkomnum í felagið, sum kundarnir eiga. Hækkandi inngjøldini hava lagt lunnar undir, at felagið kundi lækkað umsitingarkostnaðin í 2021, og kemur tað núverandi og komandi kundum til góðar, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.

Føroysku íløgurnar hjá felagnum hava eisini havt jaliga ávirkan á avkastið hjá viðskiftafólkunum. Tað sæst serliga nú renturnar á lánsbrøvum hava verið hækkandi. Eisini hevur LÍV tikið stig til at økja um grønar og burðardyggar íløgur. Hetta verður gjørt saman við føroyskum og altjóða samstarvsfeløgum.

Tryggingargjøldini upp og umsitingarkostnaðurin niður
Vøksturin í fólkatalinum og lønargjaldinum, umframt framhaldandi lága arbeiðsloysið, sæst aftur í samlaðu eftirlønar- og tryggingargjøldunum í 2021. Tilsamans vóru inngoldnar 447 mió kr. í brutto tryggingargjøldum, ið er met og svarar til eina hækking á 19,3 prosent samanborið við 2020. Um tikið verður hædd fyri roknskaparligu teknisku broytingum, so er inngjaldið hækkað 12,8 prosent. Økta inngjaldið, fleiri viðskiftafólk og tálmandi rakstrarkostnaðir hava lagt lunnar undir, at nevndin enn einaferð hevur samtykt at lækka umsitingarkostnaðin á eftirlønaruppsparingini hjá kundum, sum hava marknaðarrentu. Fasta árliga gjaldið á 300 krónur er lækkað niður í 240 krónur fyri 2021 og 2022.

Pf. LÍV Holding og Pf. Tryggingarfelagið LÍV blivu løgd saman í 2021. Samanleggingin hevur styrkt um kapitalstøðuna hjá felagnum.

Tekin um hækkandi rentustøði, sum hevur verið at sæð í 2021 og higartil í 2022, sæst aftur í avkastinum fyri 2022. At rentan hækkar, hevur neiliga ávirkan á avkastið í løtuni, men hetta er jaligt fyri framtíðaravkastið av lánsbrøvum.

Í 2021 hevur felagið eitt úrslit eftir skatt á 24,7 milliónir krónur samanborið við eitt hall á 3,2 milliónir krónur í 2020. Eginognin hjá P/F Tryggingarfelagnum er økt við góðum 24 milliónum krónum, svarandi til góð 18 prosent.

Góða úrslitið er tengt at gongdini í fíggjarmarknaðinum, lutfalsliga lágum útgjøldum til skaðar, og so hevur hækkandi rentan eisini havt jaliga ávirkan á raksturin hjá felagnum.

[object Object]

Aðalfundir hjá feløgunum
Ognarfelagið LÍV, Pf. Fakfelag og Tryggingarfelagið LÍV høvdu aðalfundir síðst í apríl.

Í Ognarfelagnum eru hesi vald: Lisa Frederiksberg, forkvinna, Eyðdis Ellendersen, næstforkvinna, Sofus Debes Johannesen, kassameistari og Regin Olsen, eykalimur fyri formansskapin.

Í Pf. Fakfelag eru hesi vald: Pætur Niclasen, formaður, Ólavur Gunnarson, nevndarlimur, Suni Simonsen, nevndarlimur, Súni Selfoss, nevndarlimur, Borgný Mohr, nevndarlimur, Jógvan Philbrow, nevndarlimur og Óluva í Gong, nevndarlimur og stjóri í Pf. Fakfelag.

Nevndin í Tryggingarfelagnum LÍV er afturvald. Í henni sita: Høgni Olsen, formaður, Hanna í Horni, næstforkvinna, Súni Selfoss, nevndarlimur, Kári Petersen, nevndarlimur og Árni Arge, nevndarlimur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2022

16 Leygardagur 07. mai 2022

Eldur kom í lastbil í Havn

Sløkkiliðið var skjótt á staðnum og fekk tamarhald á støðuni, men lastbilurin er útbrendur. Eingin fólkaskaði var

(Mynd: Tórshavnar Sløkkilið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løgreglan fekk í kvøld boð um, at eldur var komin í ein lastbil. Fráboðanin kom klokkan 19:21, og sløkkiliðið var skjótt á staðnum.

Eftir 10 minuttum var tamarhald á støðuni, sigur Tórshavnar Sløkkilið.

Bilurin stóð undir einari brúgv, sum er partur av nýggja innkomuvegnum til Havnar. Lastbilurin hevur staðið har í eina tíð.

Eingin fólkaskaði var, tó er lastbilurin útbrendur.

Myndir: Tórshavnar Sløkkilið


[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2022

17 Leygardagur 07. mai 2022

Ráðið fyri Ferðslutrygd: Koyr – bara

Komandi vikurnar fer Ráðið fyri Ferðslutrygd í samstarvi við Trygd og Betri trygging at hava eitt átak um gáloysni í ferðsluni

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hvat gert tú, meðan tú koyrir?

Tað er so nógv, sum lokkar okkum at taka uppmerksemið frá tí, sum vit eiga at hugsavna okkum um, meðan vit koyra. Nemliga at koyra. Bara. Alt annað er býtt. Og tað er hetta sum átakið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd varpar ljós á.

Viðkomandi átak um gáloysni í ferðsluni
Komandi vikurnar fremur ráðið, í samstarvi við Trygd og Betri trygging, átak um gáloysni í ferðsluni.

– Við átaksfilmi varpa vit ljós á alt tað, sum vit lata okkum órógva av, meðan vit koyra. Og tað er jú í veruleikanum býtt. Tí tá vit koyra, skulu vit koyra. Bara.

[object Object]

Gáloysni í ferðsluni er eitt lutfalsliga nýtt hugtak, men seinnu árini hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd sett evnið á breddan fleiri ferðir, og nógvir eru hættirnir at vera gáloysin í ferðsluni, sigur ráðið.

Tú kanst vera visuelt gáloysin (tá tú hyggur burtur frá ferðsluni), kognitivt gáloysin (tá tú hugsavnar teg um annað enn ferðsluna), motoriskt gáloysin (tá tú sleppur stýrinum við aðrari ella báðum hondum) og auditivt gáloysin (tá tú lurtar eftir øðrum enn ferðsluni).

Gáloysni í ferðsluni er sostatt alt tað, sum tú gert, sum einki hevur við koyringina at gera. Til dømis:

  • tú tosar í telefon ella skrivar/lesur SMS
  • tú innstillar útvarp ella tónleik
  • tú tekur okkurt upp av gólvinum
  • tú etur, drekkur ella roykir
  • tínir tankar eru aðrastaðni

Hvat siga hagtølini?
Fartelefonin er eitt sera ítøkiligt dømi um nakað, sum kann taka uppmerksemi í koyristøðuni, og tú fær 1000 krónur í bót, um tú verður tikin fyri at nýta handhildna fartelefon. Hetta er nakað væl lægri revsing enn í Danmark, har bótin er 1.500 krónur umframt klipp í koyrikortið. Í “Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019 – 2027” verður tí mælt til, at nýtsla av handhildnari telefon í ferðsluni eisini skal geva klipp í koyrikortið, skrivar Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Sambært Ráðnum fyri Ferðslutrygd eru higartil í ár skrásett 141 mál um nýtslu av handhildnari fartelefon í ferðsluni.

Hagtølini fyri seinastu árini síggja soleiðis út:

  • 2018: 432
  • 2019: 247
  • 2020: 373
  • 2021: 295
  • 2022: 141 (higartil í ár)

– Gáloysni er ikki nóg væl dokumenterað í føroysku hagtølunum, men í grannalondum okkara vísa kanningar, at gáloysni er millum vanligastu orsøkir til ferðsluvanlukkur. Í Danmark er gáloysni sostatt orsøk til fleiri enn 50% av øllum deyðsvanlukkum í ferðsluni, skrivar Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Í kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri ráðið, hava tey spurt, hvat fólk meta vera høvuðsorsøkin til, at fólk fáa skaða í ferðsluni, og heili 47 prosent av teimum spurdu svara ‘gáloysni’ og bara ‘ov nógv ferð’, verður mett størri skaðaorsøk í ferðsluni.

Men hóast nógvir føroyingar vísa á gáloysni sum eina høvuðs skaðaorsøk í ferðsluni, siga 20 prosent, at tey javnan tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil. Vit eru sostatt tilvitaði um, at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra. Bara. Og tað er ordiliga býtt.

Í hesum sambandi hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd eisini nøkur góð ráð fyri, hvussu mann tryggjar sær, at telefonin ikki órógvar, meðan koyrt verður.

– Veist tú at flestu snildfonir hava eina funku, sum kann stillast soleiðis, at telefonin ikki ringir, ella tekur ímóti sms’um, tá tú koyrir?

– Ert tú ferðafólk í bili, har bilførarin tekst við annað, enn at koyra: bjóða tær at taka tær av telefonsamrøðuni, sms’inum, ella útvarpinum. Ella bið hann koyra til síðis og steðga bilinum, til hann er til reiðar at halda fram og koyra. Bara.

Átakið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd byrjar í dag, 2. maj, og heldur fram í tríggjar vikur. Løgreglan ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2022

18 Leygardagur 07. mai 2022

Ternan skal fyribils avloysa Teistan

Orsøkin er, at Teistin nú skal á beding. Ternan skal vera avloysari á leiðini um Skopunarfjørð í tvær ella tríggjar vikur

Ternan, her á beding í Klaksvík í fjør, er nú aftur liðug á beding, men skal sigla um Skopunarfjørð fyribils (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

19. apríl fór Ternan á beding. Mett varð, at arbeiðið fór at taka umleið tríggjar vikur, og hetta helt - mikudagin varð Ternan flotað aftur, sambært Kringvarpinum.

Ternan fer í sigling aftur í komandi viku - tó ikki á Nólsoyarleiðini.

Nú er tað Teistin, ið eigur tørn á beding, og Ternan skal sigla í hansara stað á Skopunarleiðini í tvær ella tríggjar vikur.

Hetta merkir, at Erla Kongsdóttir fer at halda fram at røkja Nólsoyarleiðina.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2022

19 Leygardagur 07. mai 2022

Ávísar ílegur økja um vandan fyri Alzheimers

Tað er ein av niðurstøðunum í eini vísindaligari grein, ið er almannakunngjøgd í altjóða tíðarritinum European Journal of Neurology um ílegur og Alzheimers sjúku í Føroyum

Malan Johansen, ph.d. lesandi, er fyrsti rithøvundur
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Flestu tilburðir av Alzheimers sjúku tykjast ikki burturav at vera tengdir at ílegum, men í summum førum hava ílegur mest sannlíkt ein leiklut, og hetta kann eisini vera galdandi, hóast persónurin ikki hevur Alzheimers sjúku í familjuni.

Tað er ein av niðurstøðunum í eini vísindaligari grein, ið er almannakunngjøgd í altjóða tíðarritinum European Journal of Neurology um ílegur og Alzheimers sjúku í Føroyum. Greinin hevur heitið "Polygenic risk of Alzheimer's disease in the Faroe Islands".

Malan Johansen, ph.d. lesandi, er fyrsti rithøvundur og hevur staðið fyri teimum biostatistisku analysunum. Maria Skaalum Petersen, granskari, ið er síðsti rithøvundur, stendur fyri Alzheimer verkætlanini, sum enn er í gongd. Demensklinikkin á Landssjúkrahúsinum er við í verkætlanini, ið er stuðlað av Det Frie Forskningsråd, Sjúkrakassagrunninum, Hartmann Fonden og Fonden af Fam. Kjærsgaard, Sunds.

Í greinini verður víst á, at tað eru ávísar ílegur, sum kunnu økja um vandan at fáa Alzheimers sjúku. Tann størsti genetiski vágafaktorurin fyri Alzheimers sjúku eru variantar í geninum apolipoprotein E gene kallað APOE4.

Í kanningini eru ílegur hjá 141 føroyskum persónum við Alzheimers sjúku og 154 frískum persónum greinaðar.

Úrslitini vísa, at títtleikin av APOE4 hjá teimum, sum hava Alzheimers, er 13,6% samanborið við 1,3% hjá teimum frísku. Tað merkir, at APOE4 er nógv meira vanligt millum tey sjúku og mest sannlíka orsøkin til, at hesi 13,6% hava fingið Alzheimers. Men hetta merkir samstundis, at hetta ikki er orsøkin til sjúkuna hjá hinum 86,4%. Sjúkan hjá hesum kann kortini hava ein genetiskan komponent.

Summar sjúkur eru monogenar, t.v.s. at tær stava frá broyting í eini einstakari ílegu.

Eitt dømi um hetta er cystisk fibrosa. Men nógvar sjúkur eru kompleksar og skyldast samanspæl millum ílegur og umhvørvi. Vandin fyri at fáa hesar sjúkur ávirkast m.a. av samanseting av nógvum ílegum, t.v.s. talan er um polygenar sjúkur. Hesar mongu ílegur økja hvør sær bert lítið um vandan fyri sjúku, men samanlagt kunnu tær tó økja týðandi um vandan.

Fyri at rokna samlaða váðan, má ein gera eitt modell fyri, hvussu ein kann leggja íkastið frá hvørjum varianti saman. Fyri at geva eina nágreiniliga váðameting av hesum nógvu ymisku ílegum, t.d. í mun til Alzheimers, er neyðugt at hyggja eftir váðum, ið persónurin hevur tvørturum genomið og sameina tey. Tað samlaða úrslitið av hesum sameindu váðum nevnist eitt “polygen risikoscore” (PRS). PRS kann sostatt siga okkum nakað um, um ein persónur er í høgum ella lágum genetiskum váða fyri at útvikla sjúku.

Í hesi grein varð PRS roknað útfrá 23 variantum umframt APOE, sum er tann størsti genetiski váðafaktorurin fyri Alzheimers. Kanningin vísti, at PRS kundi við 80% neyvleika skilja millum persónar, sum høvdu Alzheimers og tey, sum vóru frísk. Hesin neyvleikin er á sama støði sum í kanningum, tá Alzheimers verður staðfest við obduksjón av heila. Greinin vísir sostatt, at til ber at nýta PRS, eisini í Føroyum.

Granskingarráðið


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2022

20 Leygardagur 07. mai 2022

Closed for Maintenance farið av bakkastokki

Sjálvboðin úr 35 ymiskum londum og samanlagt umleið 200 fólk hava hesa vikuna gjørt sítt til at varðveita ymisk ferðamál í Føroyum. Arbeitt hevur verið á ellivu ymiskum støðum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikudagin tók Visit Faroe Islands, kunningarstovur og kommunur ímóti 140 sjálvbodnum, ið fóru til verka á ellivu ymiskum verkætlanum kring alt landið.

Eins og undanfarin ár hevur undirtøkan til afturvendandi átakið verið ovurstór. Av teimum áleið 15.000, sum høvdu skrivað seg upp at fáa kunning um tilmelding, tá átakið lat upp fyri tilmeldingum, teknaðu 4.184 seg til átakið innan 24 tímar. Av hesum vóru so 100 fólk frá 35 ymiskum londum tilvildarliga vald sum sjálvboðin.

Átakið hevur eisini fingið góða undirtøku í Føroyum, og tey 40 plássini, sum vóru tillutað føroyingum, eru øll tikin. Umframt teir 40 sjálvbodnu føroyingarnar vera starvsfólk frá kommunum og kunningarstovum, jarðareigarar og onnur virkin í ymisku verkætlanunum, umframt øll tey, sum gera mat og á annan hátt hjálpa. Í alt vera tað áleið 200 fólk, sum á ymiskan hátt fara at gera Closed for Maintenenance til veruleika í 2022.

Endamálið við Closed for Maintenance er at menna og varðveita ymisk ferðamál, m.a. soleiðis at føroysk náttúruferðavinna í størri mun tekur hædd fyri vernd og trygd. Átakið varpar eisini ljós á Føroyar sum ferðamál og skapar ein einastandandi møguleika at hitta eldhugað sjálvboðin og læra frá hvørjum øðrum.

Millum uppgávurnar, sum skuldu loysast á arbeiðsdøgunum, kann nevnast gøtubygging og umvælingar, varðabygging, útssýnisstøð og uppmerking av farleiðum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2022

21 Leygardagur 07. mai 2022

Umvælingar fyri samanlagt tríggjar milliónir á Skála og í Søldarfirði

Talan er um ítróttahøllina á vestara armi og gamla skúlan í Søldarfirði, ið nú bæði húsar einari vøggustovu og taekwondo. Í báðum førum eru fleiri umvælingar gjørdar, men í vikuni vórðu nýggjar avtalar gjørdar um at gera arbeiði liðugt

Byggivirkið KBH hevði lægsta tilboðið - 1,3 milliónir krónur - uppá at gera norðara endin á Ítróttarhøllini á Skála, og í gjár skrivaðu borgarstjórin og Ben Johannesen, umboðandi KBH, undir sáttmála (Mynd: runavik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Runavíkar býráð hevur sett 5,9 milliónir krónur av til ábøtur og umvælingar í 2022, og umleið helmingurin av hesum fer til at umvæla ítróttarhøllina á Skála og gamla skúlan í Søldarfirði.  

1,7 milliónir til framhaldandi umvælingar
Í fjør var farið undir at umvæla skúlan í Søldarfirði. Heimasíðan runavik.fo skrivar, at talan er um eina størri ætlan, sum verður gjørd í stigum.

Tað var Spf. Timburtænastan hjá Hera Hansen, ið setti gongd á ætlanina í 2021, og í gjár skrivaðu borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, og Heri Hansen undir framhald av umvælingini fyri slakar 1,7 milliónir krónur.

Skúlin í Søldarfirði verður ikki longur nýttur sum skúli hjá børnum á Skipanesi og í Søldarfirði - hesi hava í mong ár gingið í skúlunum á Glyvrum og í Runavík - men tað er kortini nógv virksemi í ”skúlanum”. Millum annað er ein vøggustova har, og taekwondo-ítróttur er javnan á skránni í Søldarfirði.

[object Object]Tórbjørn Jacobsen og Heri Hansen hava skrivað undir framhald av umvælingini fyri slakar 1,7 milliónir krónur (Mynd: Runavíkar kommuna)

Seinastu tíðina er nógv eisini hent hinumegin fjørðin - í Ítróttarhøllini á Skála

- Takið er skift, tríggir av útveggunum eru umvældir, gólvið í høllini er skift, nýtt venjingarrúm er skipað við nýggjari útgerð og aðrar umvælingar eru eisini gjørdar.

Nú er norðari endin var eftir, og í gjár skrivaðu borgarstjórin og Ben Johannesen, umboðandi KBH, undir sáttmála um at umvæla hendan partin av ítróttarhøllini.

Níggju feløg vóru boðin at bjóða, og av teimum báðum sum bjóðaðu, hevði Byggivirkið KBH lægsta tilboðið á slakar 1,3 milliónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2022

22 Leygardagur 07. mai 2022

Betri umstøður ávegis í Eikilund

Vágs Býráð samtykti í vikuni at keypa húsini eystan fyri dagstovnin. Plásstrot hevur verið í fleiri ár, og býráðið ynskir betri pláss til børnini

Staðfest verður, at um kommunan bjóðar nýggjum familjum vælkomin til Vágs, er neyðugt at vit hava ansingarpláss til øll børn, á einum góðum og tryggum stovni
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í nógv ár hevur Eikilund havt plásstrot, serliga í barnagarðinum. Hetta kemur av, at tað flyta fleiri barnafamiljur til Vágs, við børnum sum hava aldur til barnagarð.

Vágs Býráð ynskir at betra um umstøðurnar og samtykti í gjárkvøldið at keypa húsini eystanfyri Eikilund. Hesi hús hava verið brúkt sum barnagarður, áðrenn "nýggja Eikilundin" varð bygt.

- Við nýggja húsinum fær barnagarðurin nógvar nýggjar hølismøguleikar bæði til børnini og starvsfólki, og av tí at báðir býlingarnar eru so tætt saman, opna vit fyri góðum møguleikum til framtíðar útbygging av bæði barnagarðinum og ikki minst økinum rundan um barnagarðin

Hetta sigur Levi Mørk, formaður fyri barna og ungdómsnevndina hjá Vágs kommunu, við vagur.fo.

Staðfest verður, at um kommunan bjóðar nýggjum familjum vælkomin til Vágs, er neyðugt at vit hava ansingarpláss til øll børn, á einum góðum og tryggum stovni.

Tað er ymiskt, ið skal gerast við húsini, ið nú verða knýtt at Eikilund, áðrenn tey kunnu takast í brúk. Væntandi verða tey klár at taka í brúk fyrst í komandi ár.

[object Object]
Mynd: vagur.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2022

23 Leygardagur 07. mai 2022

Kirkjugarðurin í Vági verður víðkaður

Hetta inniber millum annað eisini, at gera eina gøtu millum gamla og nýggja partin av kirkjugarðinum, og eisini skal ein vegur og eitt vendipláss til líkbilin gerast

Í verandi stund eru ikki nógvir gravstaðir eftir í núverandi kirkjugarði, og tí verður kirkjugarðurin í Vági so líðandi víðkaður við einum nýggjum parti (Mynd: vagur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í verandi stund eru ikki nógvir gravstaðir eftir í núverandi kirkjugarði, og tí verður kirkjugarðurin í Vági so líðandi víðkaður við einum nýggjum parti.

Hetta skrivar Vágs Kommuna á heimasíðu sínari.

Tekniska toymið er farið í gongd, og higartil eru gøtur og fleiri gravstaðir gjørdir.

Ein norður og suður gøta skal gerast millum gamla og nýggja partin av kirkjugarðinum, og so skulu viðurskiftini viðvíkjandi atkomu eisini betrast. Talan er um ein veg, og eitt vendipláss til líkbilin. Hetta fyri at betra um atkomu tá jarðarferðir eru.

Víðkanin av kirkjugarðinum fevnir eisini um nýggjar trappur frá vegnum og til nýggju gøturnar, skrivar vagur.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2022

24 Leygardagur 07. mai 2022

Beate heldur fram sum forkvinna

Landsfelag Pensjónista hevur havt aðalfund

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygardagin var aðalfundur í Landsfelag Pensjónista á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var millum annað nevndarval.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali og tríggir varalimir verða valdir hvørt ár.

Í nevndina vóru vald: Hans Jacob á Kósini, Pensjónistafelagið Hugni og Jákup Andreasen, Eldrafelagið Vesturskin.

Sum varalimir vóru vald: Alfred Olsen, Eldrafelagið á Toftum, Vibeke Ingvarsson, Sunda Pensjónistafelag og Annvør Jacobsen, Eldrafelagið á Eiði.

Nevndin í Landsfelag Pensjónista er skipað soleiðis:
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Ingeborg Vinther, næstforkvinna
Elna Lamhauge Strøm, nevndarlimur
Hans Jacob á Kósini, nevndarlimur
Jákup Andreasen, nevndarlimur 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2022

25 Leygardagur 07. mai 2022

Jacob Eli heldur fram sum formaður

Farna vikuskifti hevði Føroya Lærarafelag aðalfund á Hotel Føroyum, og tá varð Tórhallur við Gil afturvaldur, og Eyðbjartur Skaalum varð nývaldur í nevndina

Jacob Eli S. Olsen heldur fram sum formaður (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin hevði Føroya Lærarafelag aðalfund á Hotel Føroyum.

Undan aðalfundinum var longu greitt, at Jacob Eli S. Olsen, ið hevur verið formaður í felagnum seinastu trý árini, fór at halda fram, av tí at einki mótvalevni var.

Á nevndarvalinum stóru Andrea á Ríðuni, sum hevði verið næstforkvinna seinastu trý árini, og Tórhallur við Gil, sum hevði verið skrivari í tvey skeið, fyri vali, og næstforkvinnan stillaði ikki uppaftur.

Fýra valevni bjóðaðu seg fram til nevndina – Annbritt Toftegaard, skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi; Augusta Egholm Petersen, lærari í Vestmanna skúla; Eyðbjartur Skaalum, lærari í skúlanum á Argjahamri; Oluf Müller, lærari í Hoyvíkar skúla; og Tórhallur við Gil, lærari í Runavíkar kommunuskúla, stillaði uppaftur.

Tá ið avtornaði vóru Tórhallur við Gil og Eyðbjartur Skaalum valdir við ávikavist 191 og 132 atkvøðum.

Í nevndin í Føroya Lærarafelag sita nú Jacob Eli S. Olsen, formaður, Bergur Samuelsen, Jona Højsted, Tórhallur við Gil og Eyðbjartur Skaalum. 

Fyrsti tiltakslimur í nevndini er Annbritt Toftegaard, og annar tiltakslimur er Augusta Egholm Petersen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2022

26 Leygardagur 07. mai 2022

Nógvir starvsdagar í Heimatænastuni

Lítið hátíðarhald var í Heilsuhúsinum í vikuni, har ellivu starvsfólk vórðu heiðrað. Átta hava verið í starvinum í tíggju ár - trý í tjúgu ár

- Vit endurtaka hvørt ár, at fyri okkum í Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru okkara barometur í samband við trivnaðin á arbeiðsplássunum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Lítið hátíðarhald var í Heilsuhúsinum týsdagin, har tey høvdu avgjørt at leggja ein hóp av starvsdøgum saman – serliga tílíkar, sum hava verið forsømdir seinastu árini av corona og ymsum øðrum orsøkum.

Borgarstjórin, Heðin Mortensen, var til staðar. Hann heldur, at tað hevur týdning at vit gera nakað burturúr tílíkum døgum. Tí tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk.

- Vit endurtaka tí hvørt ár, at fyri okkum í Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru okkara barometur í samband við trivnaðin á arbeiðsplássunum.

Tær átta, sum allar eru farnar um 10 ár í starvinum, eru hesar:

Joan Eriksen – 10 ár:

-   Joan byrjaði í starvi sum starvsfólk í heimatænastuni á vári í 2012. Joan arbeiðir burturav sum kvøldvakt í heimatænastuni. Joan hevur tilsamans starvast í 10 á eldraøkinum.

Ester Mohr – 10 ár:

-   Ester byrjaði í starvi sum heilsuhjálpari í 2009. Eftir at hava arbeitt nøkur ár í heimatænastuni, arbeiddi Ester í eina tíð í Stjørnulon, áðrenn hon aftur kom í starv í heimatænastuni. Ester arbeiðir burturav sum kvøldvakt í heimatænastuni. Ester hevur hevur tilsamans starvast í góð 13 ár á eldraøkinum.

Barbara Jákupsdóttir – 10 ár:

-   Barbara byrjaði í starvi í Heimatænastuni í februar 2003, og arbeiddi í nakrar mánaðir sum ófaklard heimarøkt, til hon á sumri í 2003 fór á Heilsuskúla at lesa til heilsuhjálpara. Nakað eftir loknan lestur, kom Barbara í starv sum heilsuhjálpari fyrst á Lágargarði og síðani á Boðanesheiminum í nøkur ár. Síðani 2016 hevur Barbara arbeitt sum móttøkufólk á eldraøkinum. Barbara hevur tilsamans starvast í væl yvir 10 ár á eldraøkinum.

Ester Mohr – 10 ár:

-   Ester byrjaði í starvi sum heilsuhjálpari í 2009. Ester arbeiðir burturav sum kvøldvakt í heimatænastuni. Ester hevur hevur tilsamans starvast í góð 13 ár á eldraøkinum.

Karin Olsen – 10 ár:

-   Karin byrjaði í starvi sum sjúkrarøktarfrøðingur í Heimatænastuni í 2006. Karin starvaðist í 10 ár sum heimasjúkrarøktarfrøðingur, til hon í 2016 fór í starv sum visitator í Heilsu- og umsorganartænastuni. Karin hevur nú starvast í góð 6 ár sum visitator. Tilsamans hevur Karin starvast í gott 16 ár á eldraøkinum.

 Haldis Samuelsen – 10 ár:

-   Haldis byrjaði í starvi sum ergoterapeutur á Lágargarði í 2009. Haldis arbeiddi í Virkis- og Venjingarstovuni á Lágargarði, til kommunan yvirtók eldraøkið í 2015. Tá varð Haldis flutt í tað tá nýstovnaða ergoterapeuttoymið at arbeiða, og har hevur hon arbeitt líka síðani. Haldis hevur sostatt arbeitt sum ergoterapeutur í 13 ár á eldraøkinum hjá Tórshavnar Kommunu. 

Óluva Áarberg – 10 ár:

-   Óluva byrjaði sum avloysari fyri ergoterapeut á Lágargarði á heysti 2008. Óluva byrjaði í føstum starvi sum ergoterapeutur hálva tíð á Ellisheiminum og hálva tíð á Tjarnargarði. Tá kommunan yvirtók eldraøkið í 2015, varð Óluva flutt í tað tá nýstovnaða ergoterapeuttoymið at arbeiða. Óluva hevur verið burturfrá í farloyvi í nakrar mánaðir og roynt seg sum ergoterapeutur á øðrum arbeiðsøki. Óluva hevur tilsamans arbeitt í 12 ár sum ergoterapeutur á eldraøkinum hjá Tórshavnar Kommunu.

Róhild Winther – 10 ár:

-   Róhild byrjaði í starvi sum ergoterapeutur á Lágargarði í 2006. Róhild arbeiddi í Virkis- og Venjingarstovuni á Lágargarði, til kommunan yvirtók eldraøkið í 2015. Tá varð Róhild flutt saman við hinum ergoterapeutunum í tað tá nýstovnaða ergoterapeuttoymið at arbeiða. Róhild hevur eisini verið burturfrá í farloyvi í nakrar mánaðir og roynt seg sum ergoterapeutur á øðrum arbeiðsøki. Róhild hevur tilsamans arbeitt í gott 15 ár sum ergoterapeutur á eldraøkinum hjá Tórshavnar Kommunu.  

Tað eru tað tríggjar, sum hava 20 ára starvsdag:

Herborg Petursdóttir – 20 ár:

-   Herborg arbeiddi sum ófaklærd heimarøkt í 2 ár frá 1993. Hon fór seinni at lesa til sjúkrarøktarfrøðing. Herborg kom í starv sum sjúkrarøktarfrøðingur í táverandi Nærverkinum í 2004, og seinni bleiv hon so visitator. Herborg hevur tískil starvast á eldraøkinum í tilsamans 20 ár.

 Malan Johansen – 20 ár:

-   Malan byrjaði í starvi sum heilsurøktari á Lágargarði í 1999. Hon starvaðist á Lágargarði til 2018, tá hon kom í Móttøkuna í Heilsuhúsinum at arbeiða. Malan hevur tískil starvast í góð 23 ár á eldraøkinum tilsamans. 

 Malan Samuelsen – 20 ár:

-   Malan byrjaði í starvi sum sjúkrarøktarfrøðingur í Heimatænastuni í 2002. Malan starvaðist sum sjúkrarøktarfrøðingur til heystið 2020, tá hon gjørdist varaleiðari í Heimatænastuni. Eitt gott ár seinni, í desember 2021, varð Malan sett sum deildarleiðari í Heimatænastuni. Malan hevur starvast í 20 ár á eldraøkinum tilsamans.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at tað hevur tóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

Tórshavnar kommuna

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2022

27 Leygardagur 07. mai 2022

Skála skúli vann Veðurlagsvirðislønina annað árið á rað

Hetta fyri at hava skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum. Fyri tað fær Skála skúli 25.000 krónur

Hátíðarhald var á Skála mikudagin í samband við at skúlin aftur hevur vunnið virðislønina hjá Føroya Lærarafelag (Mynd: runavik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikudagin var hátíðarhald í Skála skúla, í samband við at skúlin annað árið á rað hevur vunnið Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags.

Heimasíðan hjá Runavíkar kommunu skrivar, at fleiri av næmingunum og lærarunum høvdu orðið, forkvinnan í Umhvørvisnevnd býráðsins, Jonnhild Reynholdsdóttir, flutti fram røðu, og borgarstjórin ynskti skúla, lærarum og næmingum hjartaliga til lukku við hesum, "at liggja í broddi fylkingar, táið tað snýr seg um burðardygd í samspælinum millum okkum og natúruna"

Í fráboðan frá Lærafelagnum stendur millum annað, at "Skála skúli hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum".

Fyri hetta varð ein upphædd á 25.000 krónur handað frá Betri samtakinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2022

28 Leygardagur 07. mai 2022

Nýtt umhvørvisvinarligt graslíki í Sørvági og í Bø

Ætlanin er, at tað áðrenn summarfrítíðina fer at bera til at nýta nýggja graslíkið á sparkivallunum og í Alvalon. Talan er um ikki um gummigranulat, men um børk, ið ikki gevur frá sær evni, sum er skaðiligt fyri heilsuna og umhvørvið

Sáttmáli er undirskrivaður við Ide Møblar og Domo sports grass, sum veita eina meira umhvørvisvinarliga loysn enn gummigranulat
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á seinasta bygdaráðsfundi samtykti bygdaráðið í Sørvágs kommunu at fara undir at skifta graslíkið á teimum báðum Fifa sparkivøllunum í Sørvági og í Bø. Asfaltsvøllurin í Alvalon fær eisini graslíki, eins og ein lítil vøllur verður gjørdur við Frítíðarskúlan. Stórur dentur er lagdur á, at tað skal vera ein umhvørvisvinarlig loysn, sum er góð fyri heilsuna og umhvørvið.

Sáttmáli er undirskrivaður við Ide Møblar og Domo sports grass, sum eru einastu veitararnir, sum kunnu veita eina umhvørvisvinarliga loysn til nýtt graslíki á vøllirnar. Slagið av graslíki, sum verður lagt á vøllirnar, er Domo Varioslide S Pro.

Flest allir vøllir í Føroyum hava gummigranulat sum fyllu. Gummigranulat er dálkandi, og er ein stór orsøk til mikroplast í náttúruni, og kann vera skaðiligt fyri fólk, djór og lívmargfeldið.

Ístaðin fyri gummigranulat, verður børkur lagdur á vøllin. Børkur er fúnaður viður úr eik og hann er úr 100 prosent lívrunnum tilfari, sum ikki gevur frá sær evni, sum er skaðiligt fyri heilsuna og umhvørvið.

Tað eru tvey sløg av grasstrái í graslíkinum, sum eru snúraði. Ein partur av stránum verður lagt niður fyri at halda uppá fylluna sum verður løgd á vøllin. Við tað at partur av grasstráum verður lagt niður fyri at halda børkinum, so dálkar hetta ikki umhvørvið kring vøllin ella fer út í náttúruna. Børkur frystur ikki eins og gummigranulat, og tí verður eisini lættari at spæla á vøllinum um frost er. Vøllurin er lættur at busta, og neyðugt er ikki at leggja eyka tilfar á vøllin, og tí gerst loysnin eisini bíligari í rakstri.

Vága kommuna hevur eisini valt hesa loysnina fyri Valloyruna í Sandavági, og teir tríggjar sparkivallirnar tey ráða yvir.

Arbeiðið at skifta graslíkið á teimum báðum FIFA vøllunum í kommununi byrjar í hesum mánaðinum, og væntandi verður arbeiðið liðugt, áðrenn summarfrítíðin byrjar. So tá summarið nærkast kunnu børn, ung og onnur fótbóltsáhugað fara út á nýggju sparkivøllirnar við góðum treysti

Sørvágs kommuna

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2022

29
Leygardagur 07. mai 2022

Framherji skal byggja nýtt skip í Skagen

Reiðaríið Framherji í Fuglafirði hevur undirskrivað sáttmála um annan nýbygningin í søgu felagsins

Nýggja skipið hjá Framherja fer at líkjast nógv nýggja Finn Fríða hjá Varðanum
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Reiðaríið Framherji í Fuglafirði upplýsir fyri Portalinum, at felagið hevur undirskrivað ein sáttmála um eitt nýtt uppsjóvarskip, sum skal byggjast hjá Karstensens Skibsværft í Skagen.

Talan verður um eitt skip, sum fer at líkjast nógv nýggja Finn Fríða, sum Varðin í Gøtu skal lata byggja á somu skipasmiðju.

Helst verður nýggja skipið umleið 90 metrar langt og 17-18 metrar breitt og fer at lasta umleið 3.500 tons.

Neyvt um talan verður um ein nýggjan Fagraberg ella ein nýggjan Høgaberg veit reiðaríið ikki heilt, men helst verður tað Høgaberg, sum verður seldur tá ið nýggja skipið kemur í juni í 2024, av tí at Høgaberg er í minna lagið, serliga tá ið talan er um svartkjaftaveiðu og maskinorku.

Nýggja uppsjóvarskipið hjá Framherja kostar umleið 300 milliónir krónur. 

Eins og við hinum skipunum, sum verða bygd á Karstensens Skibsværft er talan um egið snið, sum Karstensens og reiðaríið í felag hava ment, og skrokkurin verður gjørdur hjá verksmiðjuni hjá Karstensens í Polandi.

Skrokkurin hjá skipinum kemur eftir ætlan til Skagen í november í 2023. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2022

30
Leygardagur 07. mai 2022

Umlagdar menningarkvotur av svartkjafti kunnu nú flytast millum ár

Hetta ber í sær, at hesi fiskifør kunnu flyta upp til 10 prosent av egnu svartkjaftakvotuni í 2022 til árið eftir, ella fiska upp til 10 prosent upp um kvotuna í 2022

Árni Skaale, landsstýrismaður við fiskivinnumálum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur gjørt av, at eisini fiskifør, ið hava menningarkvotu av svartkjafti, sum er løgd um til egna árskvotu, skulu kunna flyta kvotu millum ár.

Hetta ber í sær, at hesi fiskifør kunnu flyta upp til 10 prosent av egnu svartkjaftakvotuni í 2022 til árið eftir, ella fiska upp til 10 prosent upp um kvotuna í 2022. Ov nógv fiskað í 2022 verður mótroknað í egnu svartkjaftakvotuni hjá skipinum í 2023.

Avgerðin er tikin samsvarandi ásetingini í grein 34, stk. 4 í sjófeingislógini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2022

31
Leygardagur 07. mai 2022

Gróðurin og nøringin hjá djóraæti á landgrunninum eru ikki byrjað enn

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri kannaði herfyri havfrøði, plantuæti og djóraæti á landgrunninum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jákup Sverri kannaði í tíðarskeiðinum 20.-27. apríl havfrøði, plantuæti og djóraæti á Landgrunninum.

Hesa ársins tíð eru nógvar fiskalarvur í sjónum og umráðandi er, at tær megna at finna føði.

Kanningarnar vístu, at enn var gróðurin ikki komin í sjógvin og djóraætið gýtti sera lítið. Tíðin má vísa, um, ella í hvønn mun, tað ávirkar yvirlivilsið hjá fiskalarvunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2022

32
Leygardagur 07. mai 2022

- Okkara skylda at økja framleiðsluna av laksi

- Havandi í huga okkara staðseting í Norðuratlantshavinum og tær risastóru avbjóðingar, sum heimurin hevur at tryggja nóg mikið av heilsugóðum og burðardygt framleiddum mati til vaksandi fólkatalið í heiminum, so halda vit tað er okkara skylda at økja framleiðsluna av laksi

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost saman við stjóranum, Regini Jacobsen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta segði nevndarformaðurin í Bakkafrost, Rúni M. Hansen í síni formansfrágreiðing til aðalfundin hjá Bakkafrost farna fríggjadag. Hann vísti á, at sambært íløguætlanini væntar Bakkafrost at økja tøkunøgdirnar til 150.000 tons í kruvdari vekt í 2026 og samstundis at útbyggja framleiðsluorkuna til 180.000 tons og fyrireika burðardyggan vøkstur.

Sí formansfrágreiðingina her:

[object Object]Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost

Brynja felagið til framtíðina

Í september 2021 hevði Bakkafrost íleggjaradagar í Føroyum, ið vanliga verða hildnir annaðhvørt ár. Har legði Bakkafrost fram íløguætlanir og strategi hjá samtakinum fyri 2022-2026. Bara íløgurnar í 2022 verða sera stórar, heilar 1,7 milliardir krónur. Av hesum verða 1,1 milliardir nýttar í Føroyum og 600 milliónir verða nýttar í Skotlandi. Endamálið við íløgunum er at brynja felagið til framtíðina við at minka um lívfrøðiliga váðan, betra um kappingarførið og skapa burðardyggan vøkstur. Umframt hetta skapa tær stórt íkast til samfelagið.

Stóra broytingin fyri virksemið í Skotlandi er stórsmolt strategiin, sum minkar lívfrøðiliga váðan, betrar effektivitetin, lækkar kostnaðin og gevur møguleikar fyri vøkstri. Ein onnur strategisk raðfesting er “Eitt Felag”-ætlanin, ið hevur til endamáls at so líðandi renna føroyska og skotska virksemið saman í eitt, og sum byggir á styrkir, bestu arbeiðshættir og mannagongdir hjá báðum pørtum.

[object Object]

Okkara skylda at framleiða heilsugóðan mat til vaksandi fólkatal

Havandi í huga okkara staðseting í Norðuratlantshavinum og tær risastóru avbjóðingar, sum heimurin hevur at tryggja nóg mikið av heilsugóðum og burðardygt framleiddum mati til vaksandi fólkatalið í heiminum, so halda vit tað er okkara skylda at økja framleiðsluna av laksi. Laksur er ein tann mest burðardygga og tilfeingiseffektiva keldan til heilsugóð protein, og við at økja um framleiðsluna kunnu vit geva okkara íkast til at fremja neyðugu broytingina til meira burðardygga matvørunýtslu.

Bakkafrost er einastandandi væl staðsett í einum av bestu økjunum í heiminum til laksaaling við framúr góðari og burðardyggari atgongd til marina rávøru til framleiðslu av fiskafóðri. Sambært framløgdu íløguætlanini væntar Bakkafrost at økja tøkunøgdirnar til 150.000 tons í kruvdari vekt í 2026 og samstundis at útbyggja framleiðsluorkuna til 180.000 tons og fyrireika burðardyggan vøkstur.

[object Object]

Tillaging av virkseminum gjøgnum broytingartíðir

Á mangan hátt hevur 2021 verið eitt vegamót fyri Bakkafrost. Hetta var annað árið á rað við marknaðarórógv orsakað av covid-19 farsóttini, men har vóru eisini tekin at síggja um normalisering ígjøgnum fyrra hálvár av 2021. Samanumtikið hevur Bakkafrost klárað seg væl ígjøgnum farsóttina. Heilsan og trygdin hjá okkara starvsfólki hevur havt hægstu raðfesting, og Bakkafrost hevur tillagað virksemið so øll eru komin væl burturúr farsóttini. Framleiðslustøðið er eisini varðveitt, og Bakkafrost hevur megnað at stýrt trygt ígjøgnum váðasjógvin, ið stóðst av nýggjum og broyttum marknaðartreytum. Í 2021 eru vit so við og við sloppin burturúr farsóttini, og virksemið hjá Bakkafrost er minni og minni ávirkað.

Høvuðsváðarnir í laksaaling eru lívfrøðin og marknaðurin

Vanliga verður sagt, at tað eru tveir høvuðsváðar í laksaaling: marknaðarváðin og lívfrøðin. Bakkafrost hevur verið hart rakt í Skotlandi innan báðar hesar váðar seinastu tvey árini. Tá Bakkafrost keypti The Scottish Salmon Company í fjórða ársfjórðingi 2019, var greitt, at tørvur var at gera stórar íløgur í virksemið, og at tað fór at taka nøkur ár at broyta gongdina. Fyrstu árini aftaná yvirtøkuna fóru væntandi at verða trupul. Kortini var tað ikki væntað, at covid-19 marknaðarórógvið og stóru lívfrøðiligu avbjóðingarnar í Skotlandi seinna hálvárið fóru at raka samstundis.

Skotland vónandi sloppið úr ringastu brotasjógvunum

Nógvar betringar eru longu gjørdar í virkseminum hjá Bakkafrost í Skotlandi. Her verður hugsað um íløgur í smoltstøðir og alivirksemi á sjónum. Afturat hesum eru bestu arbeiðshættir og mannagongdir deildar millum Føroyar og Skotland fyri at fáa tað besta burturúr. Vit vænta, at við broytingunum, sum longu eru gjørdar í Skotlandi, teimum sum eru í gongd og teimum, sum verða gjørdar í 2022, so er virksemið í Skotlandi sloppið úr ringastu brotasjógvunum, og vit fara at síggja munandi betringar.

[object Object]

Stórar íløgur í Føroyum til tess at styrkja um virksemi

Virksemið hjá Bakkafrost í Føroyum er sterkt og í áhaldandi menning. Stórar íløgur eru gjørdar í smoltstøðir fyri at framleiða smolt, sum eru um 500g. Eisini er framleiðsluorkan vaksin ígjøgnum virðisketuna fyri at røkka eina framleiðsluorku á 100.000 tons í kruvdari vekt. Ikki allar ætlaðar íløgur eru lidnar, men halda fram sum ætlað. 2021 var fyrsta árið, tá økta framleiðsluorkan, orsakað av stórum smolti, sást aftur í tøkunøgdunum hjá Bakkafrost. Hetta er bara byrjanin, tí fulla gagnnýtslan av stórsmoltstrategiini hevur ikki víst seg til fulnar, men tað fer so við og við at koma til sjóndar komandi árini.

Vit leggja stóran dent á burðardygd í okkara virksemi og hava bundið okkuim til at minka okkara vav 1 & 2 kolevnisútlát við 50% í 2030. Harumframt hava vit sett okkum sum mál at minka okkara vav 3 kolevnisútlát við 52% per tons av framleiddum laksi í 2030 umframt einki útlát í 2050.

Hetta eru framsøkin, men kortini ikki ógjørlig mál, og vit ætla at gera okkara part at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Málini eru tó eisini tengd at okkara veitarum, og um vit skulu røkka málunum krevst framskygni og breitt og tætt samstarv við okkara áhugapartar.

[object Object]

Vænta góðan marknað

Um vit hyggja eftir laksamarknaðinum, so er gongdin vend. Fyrsta ársfjórðing í 2022 eru laksaprísirnir methøgir og eftirspurningurin stórur frá matvøruhandlum, matstovum og øðrum kundum.

Núverandi javnvág millum útboð og eftirspurning ger, at tað eru útlit fyri góðum laksaprísum.

Stúrin um kríggið í Ukraina

Vit eru stúrin um kríggið í Ukraina og ógvusligu avleiðingarnar, sum tað hevur fyri fólkið í øllum økinum, og vóna eina skjóta loysn.

Afturbering til partaeigarar

Nevndin skjýtur upp á aðalfundinum, at vinningsbýtið verður 5,14 kr. fyri hvørt partabræv. Hetta svarar til eitt samlað vinningsbýti á 304 mió. kr.

Tøkk til okkara starvsfólk

Vegna nevndina fari eg at takka øllum starvsfólkum í Bakkafrost samtakinum fyri heilhuga, nærlagni og ágrýtni í arbeiðinum í 2021, segði Rúni M. Hansen í síni formansfrágreiðing til aðalfundin hjá Bakkafrost.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2022

33 Leygardagur 07. mai 2022

Naddoddur heiðrar kvinnunum á fiskaplássinum

Leygardagin verður standmynd avdúkað á Tanganum

Standmyndin er væl innpakkað, klár til avdúkingina í dag
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Seinnapartin í dag fer Bátafelagið Naddoddur á Tvøroyri at avdúka eina standmynd á fiskaplássinum vestan fyri Naddoddaneystið.

Hetta er gamla fiskaplássið á Tanganum. Her var lívligt arbeiði til nógvar hendur, hóast hetta var minsta felagið á Tvøroyri. Fleiri skip hoyrdu til her, og sjálvandi gav tað nógv arbeiðið til tær kvinnur sum arbeiddu við at vaska, turka og pakka veiðuna, sum menninir komu við.

- Hesar kvinnur hava vit ikki hoyrt nógv um, men tað eru hesar kvinnur vit vilja heiðra við eini standmynd, sum lýsir tað knoss og stríð tær høvdu, skrivar bátafelagið Naddoddur í eini fráboðan, har hildið verður fram:

- Vit sum nú eru komin væl til árs minnast hvítu fiskaplássini har hesar kvinnur arbeiddu. Tað eru fá tvøráfólk, sum ikki hava eina mammu, ommu, mostir, fastir og so framvegis sum arbeiddi á fiskaplássunum. Nakrar longri enn aðrar, men vit minnast tær allar við takksemi. Tí vilja vit seta standmyndina á sjálvum arbeiðsplássinum.

Tað verður 97 ára gamla Bodil Hammer, sum sjálv hevur arbeitt “í fiskinum” í nógv ár, sum avdúkar standmyndina.

Aftan á avdúkingina talar forkvinnan í mentanarnevndini hjá býráðnum, Anita Vibergsdóttir. Tvøroyrar Hornorkestur spælir og sangbólkurin Orðið á Borðið syngur. Aftaná verður kaffi og køkur inni í neystinum.

Hátíðarhaldið byrjar leygardagin kl. 15. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2022

34 Leygardagur 07. mai 2022

Bátafólkið savnast á Toftum

Nógv spennandi er á skránni á ársins fyrsta bátafestivali í dag. Eitt nú fer Kári Fossdalsá at upptraðka og í kvøld verður dansur við Halli Joensen

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eins og undanfarin ár eru nógv spennandi tiltøk tiltøk á ársins fyrsta bátafestivali, sum verður á Toftum í dag. Bæði kent og gott gamalt, men sjálvandi verða eisini nýggj tiltøk.

Bátafelagið á Toftum er eitt virkið felag, og bátafestivalurin er árliga hæddarpunktið hjá felagnum. Nú korona er farið framvið, er laga manni at skipa fyri einum spennandi og ikki koronaavmarkaðum festivali.

Talan er um 17. festival á Toftum seinastu 18 árini. Ein festivalur, sum plagar at vera væl vitjaður, og tað vænta og vóna fyrireikararnir eisini fer at vera galdandi í ár. Eins og undanfarnu árini verður festivalurin hildin fyrsta leygardag í mai, sum í ár fellur á tann 7. mai.

Nógvir bátar plaga at luttaka, eins og nógvir kampingvognar seta kósina móti Toftum hesar dagarnar. Kampingøkið við Toftagjógv letur upp longu í dag, eins og vitjandi bátar longu nú hava tryggjað sær pláss í bátahavnini.

Á sjálvum festivaldegnum leygardagin verður lagt til brots við, at bátarnir møtast inni í Skálafirði klokkan 11. Hálvan tíma seinni verður byrjað at sigla út móti Toftum, har bátarnir plaga at koma móti havnalagnum um 13-tíðina.

[object Object]
Kári Fossdalsá verður at hoyra á Toftum leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

Eins og undanfarin ár er Bátafestivalurin eitt tiltak fyri alla familjuna, har hugnin er í hásæti bæði kring bátahylin og sjálvandi í tjaldinum á kaiøkinum.

Klokkan 13 er andlitsmáling á skránni, og um somu tíð skipa Kvinnufelagið og Tofta Talvfelag fyri kaffisølu og tombola í festivaltjaldinum.

Klokkan 13.30 heldur Janus Jensen vælkomurøðu í Oyrunum, og tá lata eisini hoppiborgir og annað upp á festivaløkinum. Eisini er suppan tá klár í tjaldinum, eins og harmonikurnar vera at hoyra har um somu tíð.

Klokkan 14 letur pylsuvognurin upp á festivaløkinum, og hálvan tíma seinna verður skattaveiða fyri børn.

Væl kendu búffarnir vera at fáa frá klokkan 15, og tá syngur Ólavur á Váli í tjaldinum. Klokkan 15.40 verður Høgni Lisberg at hoyra, og aftan á syngja La Santa menninir í tjaldinum.

Tónleikaskráin er víðfevnd, tí klokkan 16.40 verður Evi Tausen at hoyra í tjaldinum, og eini trýkorter seinni, klokkan 17.20, verður Marius Ziska at síggja á pallinum.

Klokkan 18 er mótasýning við Navia og Insito, og at enda tónleikaframførslurnar kemur nýkendi toftamaðurin X Factor-finalisturin Kári Fossdalsá á pallin at syngja.

Klokkan 19.45 verður eitt syngið-við-tiltak við Fuglafjarðar Harmonikufelag, har Doris og Jóanes leiða sangin.

Klokkan 23 verður dansur í tjaldinum, tá spælir Hallur Joensen Band til dans fram til umleið klokkan 04. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2022

35 Leygardagur 07. mai 2022

Klaksvíkin karmur um stóra vinnustevnu

Seinni í mánaðinum letur Atlantic Fair hurðarnar upp í teimum báðum ítróttarhallunum í Klaksvík

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Upprunaliga skuldi messan verið  hildin í mai 2021, men hesum forðaði covid-19 farsóttin fyri.

Áhugin er stórur, nú aftur er frítt at ferðast millum lond, og verða hallirnar fullsettar av framsýnarum, sum telja heili 191 fyritøkur úr 17 ymiskum londum. Atlantic Fair er í døgunum frá 17. til 19. mai.

Høvuðsstaðurin nærri fiskivinnuhøvuðsstaðnum

Síðan seinastu messu er Eysturoyartunnilin latin upp, og er farleiðin millum báðar høvuðsstaðirnar munandi stytt. Fleiri gistingarhús eru komin, og tað ger, at útlendsk vitjandi betur kunnu uppliva, hvat føroyskt vinnulív og Føroyar annars hava at bjóða.

Umframt sjálva framsýningina verða eisini áhugaverdir fyrilestrar, sum varpa ljós vinnulívið umframt aktuell mál í samfelagnum. Millum fyrilestrarhaldararnar er eisini gestur úr Hetlandi, sum fer at umrøða sera áhugaverdu og spennandi orkuætlaninar, sum hetlendingar hava á skránni og fegnir vilja kunna føroyingar um.

Tað verður Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum týsdagin kl. 10:30 fer  at seta messuna, aftaná at Karl Johansen borgarstjóri hevur boðið vælkomin.

Messan er fyri øll áhugað og hevur opið hesar dagar: Týsdagin 17. og mikudagin 18. mai frá 10 til 17 og hósdagin 19. mai frá 10 til 16.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2022

36 Leygardagur 07. mai 2022

100 ár liðin síðani fyrsta bilin

Í hesum sambandi verður hátíðarhald á Kongabrúnni í dag, har ein minnispláta verður avdúkað

Ein Ford T model 1922, ið var fyrsti bilur í Føroyum nakrantíð (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í 1922 var stórhending í høvuðsstaðnum, tá ein bilur kom í land niðri við Kongabrúnna. Talan var um fyrsta bilin í Føroyum yvirhøvur - ein Ford T model 1922, ið sæst á myndini omanfyri.

Í samband við hetta verður hátíðarhald á Kongabrúnni leygardagin 7. mai klokkan 11 í sambandi við. Minnispláta verður avdúkað og ymisk tiltøk verða. 

Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá og skrivar millum annað soleiðis um tiltakið:

- Havnar Hornorkestur fer at spæla festligan horntónleik og Heðin Mortensen, borgarstjóri, fer at halda røðu um fyrsta bilin, sum í 1922 kom á land niðri við Kongabrúnna. Eirikur Lindenskov fer at halda røðu, og aftaná avdúkar borgarstjórin eitt minnismerki.

- Fleiri gamlir bilar verða at síggja til hátíðarhaldið. Elsti bilur í Føroyum, ein Ford T árgang 1926, sum Hans Elmar Poulsen í Vatnsoyrum innflutti í 2007, verður við á Kongabrúnni. Hesin bilurin er 96 ára gamal. Hann hevur 2,9 litra motor við 20 hk. Framleiðslan av Ford T byrjaði í 1908, og í 1913 fór hann sum heimsins fyrsti bilur á samliband.

[object Object]
Ford T 1926 hjá Hans Elmari Poulsen. Ford T var leingi mest selda bilslag í heiminum

Við til tiltakið verða eisini tveir teir elstu bilarnir hjá Tórshavnar Sløkkiliðið. Annar er Bedford brandbilurin, árg. 1948, ið var fyrsti nýggi bilur, sum Tórshavnar kommuna átti.

Bedfordurin var keyptur sum ein vanligur lastbilur, ein typiskur lastbilur tá í tíðini. Tað sæst í gerðabókini frá teirri tíðini, hvussu brandmennirnir hava viðgjørt og tosað um, hvussu teir skuldu innrætta/umbyggja lastina á brandbilinum. Tá hann bleiv tikin úr rakstri sum brandbilur, bleiv hann umbygdur til kranabil, skrivar torshavn.fo

Fyri 15-20 árum síðan varð bilurin settur í upprunastand av brandmonnunum, tá bleiv alt tikið sundur og umvælt, so hann er sum nýggjur.

Eisini verður Triangel brandbilurin, árg 1937, sum bleiv keyptur til Havnar í 1962, við til hátíðarhaldið. Bilurin varð keyptur frá "Københavns Brandvæsen" fyri 800 krónur pluss ein kassa av øli. Í ølkassanum vóru tá 50 fløskur.

- Táverandi borgarstjóri, Sigfred Skaale, var í Keypmannahavn í øðrum ørindum og fekk í boði at keypa brandbilin fyri 800 krónur. Ólukkutíð bjóðaði onkur ímóti, men Sigfred var snildur og legði ein kassa av øli omaná prísin - og fekk bilin.Tað sigst at Sigfried næstan ikki tordi heim aftur við bilinum, tí tað var ikki viðgjørt í býráðnum at brúka 800 krónur til ein brandbil. Men bilurin varð væl móttikin.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2022

37 Leygardagur 07. mai 2022

Ný Ný fekk Endurkeyps Gávuna frá Nema

Á árliga evniskvøldinum á umhvørvisvikuni í vikuni varð Endurkeyp Gávan handað

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á árliga evniskvøldinum á umhvørvisvikuni mikukvøldið bleiv Endurkeyp Gávan handa. 

Sjúrður Hammer, ið umboðaði óheftu dómsnevndin, segði soleiðis um Ný Ný: 

- Gávan fer í ár til eitt nýtt átak, sum á sín hátt handlar partvíst um tað sama sum Nema Endurkeyp handlar um, nevniliga at endurnýta og longja nyttuna av einum luti við at reparera og tillaga ella at geva lutum eitt nýtt lív við at broyta tey.  

Vinnarin av Nema Endurkeyp gávuni er Ný Ný. 

- Eg havi skilt á lagnum at Ný ný bleiv stovnað út frá einari kenslu av at tað kann ikki verða rætt at vit í Føroyum skulu brenna klæðir. Og hetta má sigast at verða logikkur fyri búrhøns, og um vit skulu gera munagóð frammstig at menna sirkulera økonomi í Føroyum, so mugu vit gera alt fyri at longja um livitíðina á teimum lutum sum vit brúka, og tá ið tey slítast, so skulu vit læra okkum at bøta og reparera og í øðrum førum at endurhugsa pløgg og lutir – tað er tað sum Nýnýtsla handlar um. 

- Men Ný Ný er eitt sindur meir enn ein verkstaður. Tað er ein roynd frá nøkrum eldsálum at skapa eina nýggja mentan sum vendir sær frá einnýtisnýtslu móti at virða og virðismeta tilfar fyri tað sum tað er. Tann sansaliga kollveltingin er nú komin til Føroya.

- Við at geva Ný Ný hendan heiðurin, vóna vit at tit góðu fólk handan átaki fáa enn meira árræði til at víðka um tykkara virksemi, segði Sjúrður Hammer, og ynskti Ný Ný til lukku.

Endurkeyp Gávan 
Endurkeyp Gávan varð sett á stovn í 2020 fyri at stuðla náttúru- og umhvørvisátøkum í Føroyum, og verður hon eftir ætlan latin á hvørjum ári. Grunnurin verður fíggjaður av teimum brúktu elektronisku lutunum, sum fólk lata inn til Nema Endurkeyp, fyri at hesir síðan verða endurnýttir ella burturbeindir á burðardyggan hátt. 

Harafturat letur Nema eisini Endurkeyp Gávuni allan peningin frá søluni av plastposum. 

Endurkeyp Gávan verður latin aftur í Umhvørvisvikuni 2023.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2022

38 Leygardagur 07. mai 2022

Stór Bilasølustevna í Trongisvági hetta vikuskiftið

Fleiri bilasølur luttaka og eisini er onkur sum selur viðfestisvognar

(Mynd: Tvøroyrar nýggjársnevnd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stór Bilasølustevna er í ítróttarhøllini í Trongisvági hetta vikuskiftið.

Hetta er tann afturvendandi sølustevnan, sum Tvøroyrar nýggjársnevnd skipar fyri á hvørjum ári.

Tað er ókeypis at koma inn á bilsølustevnuna. Opið frá klokkan 14 til klokkan 20 báðar dagar.

Eins og undanfarin ár eru fleiri bilasølur, eins og onkur sum selur viðfestisvognar, umframt kampingvognar.fo við í ár. Hesar bilasølur eru við: Reyni Service, Berg Motors, Auto Service, Nordbil og Tesla Import & Elakfør.

Fleiri aðrir handlar og fyritøkur koma norðaneftir eins og handlar úr Suðuroy eru við.

Á stevnununi er handlar sum selja selja súkklur og rennihjól, teldur, príðislutir, bona og vaska bilar, barnaútgerð, tekniska útgerð til skip, tógvhandil, timbur gólv o,a eins so fíggingarstovnur og SEV

Tað verður okkurt hjá børnum t.d hoppiborg og andlitsmáling. Eisini er køkutombola, skriva tey í Tvøroyrar nýggjársnevnd í tíðindaskrivi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2022

39 Leygardagur 07. mai 2022

Marius Ziska og Symfoniorkestrið í samstarv

“Floymandi Nærvera”: Føroya Symfoniorkestur heldur sína 40 ára jubileumskonsert næsta ár saman við Marius Ziska og hansara orkestri

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Komandi ár eru 40 ár síðan Føroya Symfoniorekstur varð stovnað. Sama ár stóð eisini Norðurlandahúsið klárt at rúma alskins tiltøkum. Í 2023 fer konsertskráin hjá Føroya Symfoniorkestri at bera brá av fagnaði. Byrja verður í januar við nýggjárskonsertini og longu í februar fer ein heilt serlig verkætlan av bakkastokki.

Seinastu tvey árini hava Føroya Symfoniorkestur og Marius Ziska arbeitt við verkætlanini “Floymandi nærvera”. Eitt tætt samstarv er millum partanar frá hugskoti til konsertframførslu.

Marius Ziska

Hans Marius Ziska verður av mongum hildin at vera ein av føroya bestu sangarum og sangskrivarum.

Sum frontmaður í bólkinum Marius Ziska hevur hann givið fimm útgávur út. Eftir góðu móttøkuna, sum útgávan “Home/Heim” fekk – har helvtin av sangunum vóru á føroyskum – tók bólkurin avgerð um, at teirra næsta útgáva, “Portur”, skuldi øll vera á føroyskum.

Heildarútgávan, sum bólkurin er í holt við at leggja seinastu hond á í hesum døgum, og sum eftir ætlan skal koma út í heyst, verður somuleiðis øll á føroyskum.

Marius Ziska er ein ambitiøsur bólkur, bæði hvat tónleiki og tekstum viðvíkja. Bólkurin megnar støðugt at skapa eina sera modernaða og tó eksperimenterandi ljóðmynd.

Tónleikararnir í bólkinum megna sera væl at ferðast millum ymiskar tónleikasjangrur, og hoyrir tú tí íslett av øllum frá fólkatónleiki til rokk, jazz og blues, tá ið tú ert til eina konsert hjá Marius Ziska.

Manningin, ið myndir bólkin Marius Ziska, er Hans Marius Ziska, Allan Tausen, Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak, Magnus Johannesen og Jan Rúni Poulsen. Teksthøvundur er Hans Jacob Kollslíð

Arrangørar

Atli K. Petersen, Magnus Johannesen og Tróndur Bogason útseta tónleikin hjá Marius Ziska fyri symfoniorkestur. Talan er um tríggjar arrangørar við hollum royndum, og sum teljast millum teir bestu vit eiga.

Atli K. Petersen hevur í mong ár skrivað og útsett fyri Føroya Symfoniorkestur. Tróndur Bogason er tónaskald og arbeiðir m.a. saman við Aldubáruni og Eivør. Magnus Johannesen hevur skrivað nógv fyri bigband, og hevur júst skrivað tónleikin, ið varð framførdur til barnakonsertirnar hjá symfoniorkestrinum fyrr í ár.

Bernharður Wilkinson stjórnar orkestrunum.

- Tónleikurin hjá Marius Ziska er ljómfagur, fullur av fynd og hevur so nógv hjartarúm, at her sleppa bæði orkestrini veruliga til sín rætt. Konsertin er ein standikonsert við pláss fyri 800 áhoyrarum, og nú gleða vit okkum bara til eitt brak av einari konsert saman við einum av bestu bólkunum í Føroyum. Hetta verður ikki stórt, tað verður ein “Once in a lifetime” uppliving”, sigur stjórin í Føroya Symfoniorkestri, Hans Petur í Brekkunum.

Fyrsta konsertin í Norðurlandahúsinum leygarkvldið 11. februar komandi ár, varð útseld beinanvegin.

Nú er eykakonsert sett til sølu eisini. Hon verður kvøldið fyri, fríggjakvøldið 10. februar

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2022

40 Leygardagur 07. mai 2022

Riley legst afturat Voxbotn skránni

Hann ferðast kring allan heimin og arbeiðir saman við teimum størstu innan altjóða tónleikavinnuna, men enn hevur ikki borið til at uppliva hann á palli í Føroyum. Í summar fer hann at framføra í Vágsbotni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Við eini milliard views, 132 milliónum likes og 11 milliónum fylgjarum á TikTok er ungi havnamaðurin longu ein av teim allarstørstu stjørnunum á sosialu miðlunum.

Hann ferðast kring allan heimin og arbeiðir saman við teimum størstu innan altjóða tónleikavinnuna, men enn hevur ikki borið til at uppliva hann á palli í Føroyum.

Tað broytist tíbetur í summar, tá Reiley kemur á Okkara Voxbotn 2022. Við sær hevur hann ein gandakendan og litfagran heim, har vit við euforiskum løgum sum “blah blah blah”, “YOU”, “Let IT Ring” og “Superman” saman fara á eina glitrandi ferð millum stjørnur og mánar. Sjálvur gleðir Reiley seg til at sleppa á pall í Føroyum, og eru vit á Voxbotn fantastiska errin um at fáa hann á pall til ársins summarveitslu.

Framanundan er greitt at Tobias Rahim, Rasmus Hagen, Michael Learns to Rock, Hugorm, Tungevaag, Brimheim, Safir og fleiri fara at framføra á Okkara Voxbotn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2022

41 Leygardagur 07. mai 2022

Triðju ferð eydnaðist tað: Marius DC vann Sement 2022

Impartial og Dania O. Tausen gjørdust nummar ávikavíst tvey og trý, og Dania vann eisini PR-pakkan frá Friendly PR

(Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarkvøldið endaði ársins Sement kapping í Reinsarínum. Aftaná tey trý innleiðandi umførini stóðu seks bólkar eftir í finaluni – Dania O. Tausen, Daniel, Impartial, Marius DC, RSP, og SWAY.

Umframt 1., 2. og 3. virðisløn – studietíð – varð, sum nakað nýtt í ár, eisini latin ein serlig virðisløn frá Friendly PR í Danmark – marknaðarføring fyri 20.000 krónur í Danmark.

Tað var Dania O. Tausen, sum fór av stað við PR-pakkanum frá Friendly PR, og ikki nokk við tí, so fekk hon eisini 3. plássið.

Nummar tvey gjørdist tungmálmsbólkurin Impartial, og 1. plássið fór til rapparan Marius DC.

Hetta var triðju ferð, at Marius DC – Marius Dam Christophersen – luttók á Sement, og endiliga eydnaðist tað honum at vinna 1. plássið.

[object Object]Impartial (Mynd: Ólavur Frederiksen)

[object Object]Dania O. Tausen saman við bólki (Mynd: Ólavur Frederiksen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2022

42 Leygardagur 07. mai 2022

Leikurin "Lykkenborg" verður frumframførdur í Miðvági

Frumframførslan verður í Listastovuni 1. juni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

“Lykkenborg” er heiti á nýskrivaðum leikverki, sum leikbólkurin Det Ferösche Compagnie hevur arbeitt við í nøkur ár. Mikukvøldið 1. juni kl. verður leikurin frumsýndur í Listastovuni í Miðvági.

“Lykkenborg” er søgan um ein føroyskan original. Leikurin er skrivaður við íblástri úr lívinum hjá miðvinginum Pól Jóhannus Poulsen, eyknevndur Lykken. Hann var ikki sum hini. Hugur hansara var øðrvísi og helti ímóti listaligum arbeiði. Søgan er um, hvussu hann treiskaðist og, ímóti øllum brøgdum, megnaði at byggja listaverkið Lykkenborg – eina villiniborg, sum var so stór í vavi, at tann, ið sá hana, misti ondina, og so fløkjalig, at tað segðist, at tann, ið hættaði sær at fara inn í hana, kom ongantíð út aftur.

Leikurin snýr seg eisini um tíðarskeiðið, tá ið Pól Jóhannus varð sendur einsamallur til Danmarkar á Rødbygård, ein av mongu ótespiligu stovnunum undir “Åndssvageforsorgen”. 

Endamálið við at siga søguna um Pól Jóhannus Poulsen er at fáa listamannin ritaðan inn í listasøgu Føroya, og fáa Lykkenborg, stórverk hansara, endurreist sum tað týdningarmikla listaverkið tað var.

Talan er um ein minimalistiskan intimleik, har øll søgan fer fram beint fyri nøsini á teimum áleið fimmti persónunum, ið sleppa inn til hvørja sýning.

Tað er Búi Dam, sum hevur skrivað leikritið og leikstjórnar. Kristina Sørensen Ougaard spælir allar leiklutirnar á palli, og Dánjal á Neystabø er tónasmiður og hevur ljóðmyndina um hendi. Pallmyndina hevur Sámal Blak sniðgivið og Súni Joensen ger ljósmyndina. Búi Rouch er koreografur og hjálparleikstjóri, og Urd Johannesen er framleiðari.

Um verkætlanina sigur Kristina Sørensen Ougaard:

- Búi og eg hava gjørt eina rúgvu av kanningararbeiði. Vit hava lisið um tíðina og samfelagið, sum Pól Jóhannus var partur av, og tosað við heimildarfólk í Miðvági. Hesa vitanina hava vit blandað saman við ein fiktivan heim.

Búi Dam leggur aftrat:

- Søgurnar um Lykkenborg og listamannin Pól Jóhannus Poulsen eru nógvar í tali, og fleiri teirra eru rættiliga ótrúligar. Tí hava vit hava valt at skapa eina søgu, sum er ein samanrenning av veruleika og fiktión.

Eftir frumsýningina í Listastovuni í Miðvági 1. juni verða nakrar sýningar afturat í Miðvági og síðani í Fuglafirði. Síðst í juni og fyrst í juli fer leikurin eftir ætlan til Klaksvíkar, Tvøroyrar og Runavíkar, og beint eftir ólavsøku verður leikurin framførdur í Tórshavn.

Atgongumerki eru at fáa á atgongumerki.fo

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2022

43 Leygardagur 07. mai 2022

Anne Dorthe Michelsen og Maria Bramsen á Summar Festivalin

Hittini hjá Tøsedrengene og Ray Dee Ohh verða spæld á Vágsbøi í summar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tvær av stóru songkvinnunum í donskum poppi hava konsert á Vágsbø í august. Í 1980’unum og 1990’unum høvdu tær óteljandi sangir á hittlistunum, og nógvir av sangunum eru vorðnir poppklassikarar.

Anne Dorthe Michelsen og Maria Bramsen vóru sangarar í bólkinum Tøsedrengene, sum hittaði við fangandi og vælspældum poppsangum sum »Indianer«, »Sig du ka’ li’ mig«, »Ud under åben himmel«, »Vi var engang så tæt« og »Så gik der tid med det«.

Eftir at Tøsedrengene góvust at spæla í 1985, hildu Anne Dorthe Michelsen og Maria Bramsen fram við teirra yrkisleiðum sum sangarar, og tær hava verið partur av donskum tónleikalívi síðan.

Anne Dorthe hevur framført nógv sum solistur, og tað hevur Maria Bramsen lutvíst eisini gjørt. Maria Bramsen var eisini songkvinna í poppbólkinum Ray Dee Ohh, sum hevði fleiri hitt árini frá 1988 til 1991 – eitt nú »Jeg vil la’ lyset brænde« og »Mandags-stævnemøde«.

Anne Dorthe og Maria hava nú savnað sínar bestu sangir og framføra teir í bólkinum Anne Dorthe & Maria. Saman við teimum spæla nakrir av dugnaligastu live-tónleikarum í Danmark, og tí verður lagt upp til eina ordans poppkonsert, tá ið tær spæla Vágsbø.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2022

44 Leygardagur 07. mai 2022

450.000 krónur til film hjá Sakaris Stórá

16 filmsverkætlanir hava fingið tilsamans 1,8 milliónir krónur í stuðli - í heyst verður ein líknandi upphædd aftur latin

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

16 filmsverkætlanir fáa nú stuðul fyri tilsamans 1,8 milliónir krónur, upplýsir Uttanríkis- og mentamálaráðið.

31 umsóknir komu inn, og søkt var um tilsamans 5,9 milliónir krónur. Stuðulin fevnir um eitt nú hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um bæði dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.

Last Paradise on Earth

Kykmyndir hjá Jón Hammer hevur fingið 450.000 krónur til spælifilmin “The Last Paradise on Earth eftir Sakaris Stórá.

Tað er søgen um ungan mannin Kára, sum arbeiðir á flakavirkinum í heimbygdini, og sum býr heima saman við pápanum og yngru systrini. Heimið hjá teimum hevur ikki verið tað sama, síðan mamman doyði, og sorgarrakti pápin megnar ikki at taka sær av familjuni. Samstundis er lívsæðrin í bygdini í vanda, tí flakavirkið er um at tapa bardagan móti marknaðarkreftunum, og teimum umhvørvisbroytingunum, sum ávirka havið og fiskaríið runt oynna og landið. Tá pápi Kára fer aftur til skips, má Kári taka ábyrgdina við hús og taka sær av systur síni.

Hetta er ein filmur um at finna sítt pláss í lívinum, og tematisk verður komið inna á evni sum, hvussu umhvørvisbroytingar ávirka dagligdegin í okkara samfelag, og hvussu teir siðbundnu kynsleiklutirnir ikki altíð hava tað so lætt í einum moderniseraðum heimi.

Jónfinn Stenberg hevur fingið 175.000 krónur til ein novellufilm við arbeiðsheitinum “Meg minnist eina myndFilmurin viðger evnið “eftirmæli” og varpar ljós á, hvat ein letur eftir seg, tá ein fer úr hesum heimi. Tað er ein søga um, hvussu avgerðir verða raðfestar, og hvat ein stendur eftir við. Trongdin at seta sítt fingramerki á heimin kann vera sera stór.

Harumframt fingu hesar verkætlanir stuðul:

Torfinnur Jákupsson – Tinganes – 150.000
Ebba Malena Debess Thomsen – Lítla – 150.000
Felagið Føroysk Ross – Føroyska rossið – 150.000
Spf. Rógviper v/Rógva Rasmussen – Heartist – 150.000
Hugmynd v/Eir í Ólavsstovu – Abbi – 120.000
Turf Roof Produktions v/Hans Kr. Eyðunsson Hansen – Trøllini og huldugentan 75.000
Felisia Jógvansdóttir Helmsdal – Kom bara við – 75.000
Symphor Film v/Franklin Henriksen – Grímur Havreki – 75.000
Atli Brix Kamban – Storkur – 70.000
Spf. Rógviper v/Rógva Rasmussen – Rótfesti – 50.000
Helmsdal Media v/Gudmund Helmsdal – Vandaferð – 50.000
Mariann Sofiasdóttir – Nóra – 35.000
Terji Mohr – Perlan – 7.000
Terji Mohr – Sorgarbúnin – 6.500

Samlaða filmsjáttanin er 3,5 milliónir krónur. Næsta stuðulsumfar verður lýst í juli við freist 1. septembur 2022.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2022

45 Leygardagur 07. mai 2022

Bárður Jákupsson sýnir fram í Steinprenti

Framsýningin er frá klokkan 15 og 17 í dag

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag klokkan 15-17 verður ein framsýning í Steinprenti við vatnlitsmyndum og linoprentum hjá Bárði Jákupsson.  

Bárður er millum okkara mest kendu og royndu listafólk. Fyri sítt týdningarmikla listarliga virksemi fekk hann ta stóru mentanarvirðislønina fyri nøkrum árum síðani. 

Bárður Jákupsson er fjølbroyttur, og hevur umframt oljumálningar, vatnlitsmálningar og grafikk, eisini gjørt monumentalar prýðingar eins og hann hevur fingist við heilt smáar myndir og tekningar, myndprýtt barnabøkur, yrkingarsøvn og annað mangt. Í vatnlitsmyndunum glógva teir bjørtu spektrallitirnir í flótandi litstrokum á pappírinum – listamaðurin hevur stóran koloristiskan ans og dugir at brúka ljósið í pappírinum.

Summar av myndunum hjá Bárði Jákupsson eru figurativar, onkrar illustrativar, meðan aðrar eru rættiliga abstraktar og kagað vit í bøkurnar, sum eru skrivaðar um hann, eru serliga oljumálarí og akvarel hansara høvuðstøkni, tó at steinprent eisini verður nevnt. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2022

46 Leygardagur 07. mai 2022

Føroyska tónleikaelitan ger innrás í Esbjerg

Hetta vikuskiftið er Føroya Festivalurin aftur á Tobakken í Esbjerg. Á skránni verða m.a. Hamradun, Herborg Torkilsdóttir, Sámal Ravnsfjall og Signar í Homrum

Hamradun verða millum tey, sum fara at framføra í Esbjerg um vikuskiftið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kann væl vera at Føroyar er en mikrotjóð, og at samlaða fólkatalið á klettunum samsvarar við ein meðalstóran danskan bý. Allíkavæl er áhugin fyri Føroya Festivalinum 2022 - ikki bara millum føroyingar, men eisini danir - stórur.

Eftir ein sera væl vitjaðan festival í september 2021 hava fyrireikararnir enn einaferð valt Tobakken í Esbjerg til endamálið. Og í ár er Føroya Festivalurin fríggjadagin 6. mai og leygardagin 7. mai.

Hesar báðar dagarnar er tað møguligt at uppliva tað stóru breiddina innan føroyskan, rytmiskan tónleik: Frá einklum og stramt komponeraðum poppið, roots, country og folk. Og eisini heilt út á uttasta vangan við hørðun rokkið og tungmálmi.

– Tað er ein stór gleði - nu fyri aðru ferð - at kunna bjóða gestunum til Føroya Festival á Tobakken i Esbjerg. Langt tey flestu millum áskoðarnar eru føroyingar, men har koma eisini danir, ið eru áhugaðir í at hoyra tónleik á høgum støði, sum teir ikki áður hava hoyrt, sigur Gudmundur Djurhuus, fyriskipari.

Ein skrá við stórari breidd
Gudmundur fortelur, at Føroya Festivalurin altíð hevur savnað nógv millum teir føroyingar, sum eru búsitandi í Danmark:

– Eg haldi at festivalurin bjóðar fram eina breidd og eina góðsku, sum ger hann áhugaverdan fyri øðrum enn bara føroyingum. Tí vóna vit, at nógvir tónleika-áhugaðir innbúgvar í Esbjerg - og eisini aðrir danir - nýtað høvið at vitja Tobakken í Esbjerg, sigur Gudmundur Djurhuus.

Tá ið tónleikurin tagnar á pallinum seint leygarkvøld, so tekur felagssangurin yvir í stóra garðinum uttanfyri Tobakken.

Tey, ið spæla í kvøld eru Dánial Gomez, Signar i Homrum, Anfinn Nielsen, Bloody Dice, Rockshow við Karl Martin og Dagfinn, og Hamradun.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2022

47 Leygardagur 07. mai 2022

Ingun Christensen við nýggjari ungdómsbók

Sólgrátur snýr seg um at vera ungur og ættleiddur í Føroyum

Ingun Christensen (Mynd: Facebook)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út nýggja upprunaføroyska ungdómsbók eftir Ingun Christensen – "Sólgrátur".

Bókadeildin skrivar soleiðis um bókina:

Aud er 15 ár og ættleidd. Hon heldur, at lívið er strævið. Í skúlanum rópa tey ymiskt eftir henni. Eisini er Aud kedd um mammuna, sum ofta liggur í songini. Hon kennir seg einsamalla og ger sær nógvar tankar um Kolumbia, haðani hon er ættleidd. Støðan verður ikki betri, tá ið hon byrjar at fáa ólekkur boð inn á telefonina frá ókendum nummari. Við eitt verður alt bara enn truplari enn frammanundan.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2022

48 Leygardagur 07. mai 2022

Trom í uppskoti til tignarliga virðisløn

Føroyska krimirøðin er í uppskoti til Golden Nymph virðislønina, sum verður latin á Monte-Carlo sjónvarpsfestivalinum í Monaco í juni

Torfinnur Jákupsson, sum eigur hugskotið til Trom, Jón Hammer, stjóri í Kykmyndir um stóð fyri framleiðsluni, og Olaf Johannesen, sum hevur ein av høvuðsleiklutunum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá Monte-Carlo sjónvarpsfestivalurin fer av bakkastokki Monaco í juni, verður tað við føroysku krimirøðini Trom í uppskoti til stóran heiður.

Festivalurin hevur kunngjørt, at Trom við Ulrich Thomsen og Olaf Johannesen í høvuðsleiklutunum, er í uppskoti til Golden Nymph virðislønina.

Talan er um ein tignarligan heiður sum eitt nú "Borgen", "The Killing", "Modern Family" og "Breaking Bad" eru farin avstað við.

[object Object](Skíggjamynd: Tvfestival.com)

Golden Nymph virðislønin fevnir um seks heiðurslønir í fiktiónsbólkinum. Besti filmur, besta røð, besta framleiðsla, besta kvinnuligan leikara, besta mannligan leikara og ein serligan heiður frá dómsnevndini.

Heiðurslønirnar verða latnar 21. juni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2022

49 Leygardagur 07. mai 2022

Emilia Mårtensson lærir frá sær undan konsert

Ein av mest spennandi sangarunum á jazzpallinum í London kemur til Føroya at spæla konsert í Norðurlandahúsinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Virðislønti jazzsangarin Emilia Mårtensson hevur svenskar røtur og býr og arbeiðir í London, har hon hevur vunnið sær nógva viðurkenning og uppbygt ein breiðan fylgjaraskara.

Men skjótt kann hennara fangandi og tíðum sorgblíða rødd upplivast í Norðurlandahúsinum. Saman við viðurkenda klaverleikaranum Matt Robinson kemur Emilia Mårtensson fyri fyrstu ferð til Føroya at spæla konsert við nýggju verkætlan sínari “Solitary Creatures”. 

Sangarar, sum ynskja at læra um sangteknikkin hjá Emiliu, hava møguleikan at hitta hana longu dagin fyri konsertina. 14. mai hava hon og Matt Robinson nevniliga jazzsangskeið í Norðurlandahúsinum, har sangarar kunnu menna sínar sangdygdir. Endamálið við verkstovuni er at styrkja og nøra natúrliga ljóðið hjá hvørjum einstøkum sangara, men eisini at læra at improvisera, taka tónlistaligar avgerðir og at fylgja sínum tónlistaligu instinktum.

Skeiðið er fyri royndar sangarar yvir 18 ár. 

Konsertin við Emiliu Mårtensson verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 15. mai kl. 16.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2022

50 Leygardagur 07. mai 2022

ES vil stegða russiskari olju um hálvt ár

ES londini hava avgjørt, at tey fara at ganga heilt burtur frá olju úr Russlandi innan seks mánaðir eins og bensini og øðrum viðgjørdum oljuvørum

Nei takk til russiska olju eftir 1. januar 2023 sigur forkvinnan í ES tinginum, Ursula von der Leyen
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað vóru boðini frá Ursula von der Leyen, forkvinnu í ES nevndini í vikuni. 

- Hetta verður eitt fullkomið forboð móti øllum innflutningi av russiskari olju. Vit vilja tryggja at sleppa okkum av við russiska olju á ein rættan hátt, soleiðis at vit kunnu tryggja okkum og okkara partnarum alternativar flutningsleiðir og gera sum minst skaða á altjóða marknaðunum, sigur Ursula von der Leyen sambært Bloomberg News. 

Umboð fyri tey 27 ES londini møtast í dag fyri at umrøða tiltøkini umframt at útloka størsta bankanum í Russlandi, Sberbank og øðrum peningastovnum frá at brúka sonevndu Swift gjaldingarskipanina. 

Tvey av ES-londunum, Ungarn og Slovakia, sum fyrr hava havt ilt við at svølgja nýggju tiltøkini, fara at fáa størri rásarúm enn hini limalondini at steðga russiska oljuinnflutninginum, nú hesi londi vera sera hart rakt av sanktiónunum veit Bloomberg at siga frá ónavngivnum keldum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2022

51 Leygardagur 07. mai 2022

– Ynskja ikki eina búskaparliga vanlukku

Fleiri ES-lond eru ikki til reiðar at boykotta olju úr Russlandi, hóast Týskland hevur megnað at minka um nýtsluna av russiskari olju seinastu átta vikurnar

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fleiri ES-lond eru ikki til reiðar til at boykotta olju úr Russlandi.

Tað sigur týski orkumálaráðharrin, Robert Habeck.

– Vit ynskja ikki at skapa eina búskaparliga vanlukku, sigur hann í kjalarvørrinum á eina fráboðan í gjár hjá týsku tíðindastovuni dpa um, at týska stjórnin er til reiðar at stuðla eitt boykott av russiskari olju.

Týski ráðharrin í búskaparmálum segði í farnu viku, at Týskland hevði megnað at minka um nýtsluna av russiskari olju úr 35 prosent áðrenn innrásina í Ukraina til 12 prosent.

Men eitt nú Ungarn sigur seg vera ímóti einum ES-boykotti, og sambært Ritzau er tað sama galdandi fyri Eysturríki, Slovakia, Spania, Italia og Grikkaland.

ES fyrireikar í løtuni sætta pakkan av revsitiltøkum móti Russlandi, og sambært embætisfólkum í ES er sannlíkt, at ES fer at banna innflyting av russiskari olju við ársenda.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2022

52 Leygardagur 07. mai 2022

Streymsjókaðal skjótt klárur millum Hetland og Skotland

Við hesi verkætlanini ber til hjá komandi vindmylnulundum á landi og til havs í Hetlandi at útflyta streym inn á bretska meginlandið eins og tryggja framtíðar streymveiting í Hetlandi frá meginlandinum

Streymsjókaðalin úr Hetlandi til Skotlands verður 260 kilometrar og skal tryggja framleiðsluna av m.a. vindorku í Hetlandi
SkrivaÐ:

Jan Müller

Arbeiðið at leggja ein sjókaðal til at flyta streym millum Hetland og Skotland er nú komið so væl áleiðis, at hann kann verða tikin í nýtslu í 2024. Kaðalin, sum hevur verið á skránni leingi, fer at vera eitt týðandi  grundarlag fyri teimum mongu útbyggingum av grønari orku í oyggjunum frá eitt nú vindmyllum.

Í Hetlandi leggja tey stóra orku í at menna orkuskipanina við vindmylnulundum bæði á landi og til havs. Longu nú er arbeiðið at seta upp 102 vindmyllur á landi komið væl áleiðis. Tað er felagið Viking Energy, sum byggir vindmylnulundina fyri 5-6 mia. kr.  Tað hevur tí stóran týdning fyri bæði hesa verkætlanina og aðrar, sum fara at koma í og rundan um Hetland, at ein elkaðal á havbotninum millum Hetland og Skotland er klárur til at taka ímóti streyminum at senda víðari til meginlandið og fyri tað eisini inn á evropeiska meginlandið, sum komandi árini fer at hava tørv á nógvum streymi. 

[object Object]Hetlendingar gera stórar íløgur í vindmylnulundir bæði á landi og á sjógvi

Kostnaðurin fyri útbyggingina  er góðar 7 milliardir krónur og er tað Scottish and Southern Electricity Networks (SSEN), sum stendur fyri verkætlanini og fer hann at skapa møguleikar hjá eitt nú vindorkuframleiðarum í Hetlandi at útflyta grønu orkuna til restina av Bretlandi. Sjókaðalin er uppá 600MW og við nýggjastu tøknini ber til at flyta stórar nøgdir av streymi yvir eina langan tein. Hetland gongur við hesi verkætlan á odda í heiminum við heilt nýggjari tøkni, sum higartil einans er brúkt í Kina.

[object Object]

Kaðalin gongur teir 260 kilometrarnar frá Kergord í Hetlandi til Noss Head á skotska meginlandinum, nærhendis Wick í Caithness. 

Í sama kaðalsambandi er eisini ein optiskur samskiftiskaðal til at stýra streyminum. 10 kilometrar av kaðalinum eru á landi. 

Umframt at skapa møguleikar fyri útflutningi av streymi frá varandi orkukeldum í Hetlandi skal nýggi kaðalin eisini tryggja framtíðar streymveiting til Hetlands úr Bretlandi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2022

53 Leygardagur 07. mai 2022

Elkaðal millum Hetland og oljuleið við føroyska markið

Ein týðandi partur av grøna orkuskiftinum og royndunum at minka um CO2 útlát í oljuvinnuni er at brúka streym frá eitt nú vindmyllum til at reka framleiðslu á olju- og gassleiðum. Nú verður kannað at leggja ein elkaðal úr Hetlandi til oljuleið við markið.

Kanna nú møguleikan at leggja elorkuleiðing millum olju- og gassleiðina Rosebank eystan fyri føroyska markið og Hetland
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í farna mánað var farið undir kanningar í havøkinum millum Hetland og føroyska markið. Kannast skulu umhvørvis- og geofysisku umstøðurnar at kunna leggja ein elkaðal á havbotnin frá Hetlandi til olju- og gasskelduna Rosebank beint eystan fyri føroyska markið.

Norska orkufelagið Equinor, sum er fyristøðufelag fyri Rosebank, er í ferð við at fyrireika eina stóra útbygging á hesi olju- og gassleiðini, og partur av fyrireikingunum er at kanna møguleikarnar fyri at leggja ein streymkaðal á havbotnin úr landi til eitt komandi framleiðsluskip.

[object Object]

Við slíkum kaðali ber til at skifta frá gassi til streym í framleiðsluni. Harvið verður CO2 útlátið munandi minkað. Og slíkar skipanir gerast eisini alt meira eitt krav frá mynduleikunum til bæði verandi og komandi framleiðslur. Miðjað verður móti at brúka orku frá vindmyllum á landi ella til havs til at framleiða streymin. 

Endalig avgerð verður tikin um útbygging av Rosebank komandi ár. Metingar vísa, at keldan goymir 300 mió. tunnur av olju og gassi. Equinor hevur longu lisens frá bretskum myndugleikum og herfyri heitti bretski forsætisráðharrin Boris Johnson á oljufeløg um at skunda undir útbyggingar av olju- og gassleiðum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar. Kanningin verður gjørd av norska serútgjørda kanningarskipinum Edda Flora og heldur fram til 11. mai. 

Enn ein stór útbygging nærhendis Rosebank  liggur á tekniborðinum og eisini har er ætlanini  at brúka streym frá vindmyllum til at reka framleiðsluna. Talan er um Cambo leiðina, sum liggur bert fáar kilometrar frá føroyska markinum. Her er oljufelagið Ithaca Energy fyristøðufelag. Tað keypti herfyri hesa og aðrar ognir frá Siccar Point Energy og har part av Rosebank eisini.

[object Object]

Stjórin í Ithaca segði eftir keypið fyri stuttum, at hesar báðar keldurnar við føroyska markið, Rosebank og Cambo hava alstóran týdning at útbyggja, nú tær eru tær størstu á breska landgrunninum, sum enn ikki eru útbygdar. Ella sum stjórin helt fyri:  “Cambo and Rosebank are two of the largest undeveloped and most strategically important discoveries in the UK North Sea”.

Um sama mundið, sum hugt verður eftir eini leið at leggja ein streymkaðal millum Hetland og oljuleiðirnar við markið, er eisini sett út í kortini í útbyggingarætlanunum av teimum báðum risastóru keldunum rørleiðingar frá gassleiðunum og víðari til Hetlands ella sum eina íbinding í verandi gassleiðingar, ið ganga frá verandi framleiðsluøkjum miðskeiðis millum Hetland og markið og víðari til Sullom Voe, olju- og gassterminalin í Hetlandi. 

Elektrifisering av verandi og komandi olju- og gassleiðum í bretskum sjógvi er eisini ein týðandi partur av stóru orkuverkætlanini “Orion”, sum skal gera Hetland til eitt av heimsins fremstu innan reina og grøna orku. Í hesum sambandi kann nevnast, at stjórin fyri hesa verkætlan, Gunther Newcombe, kemur á vitjan í Føroyum í næstum. Hann fer m.a. at vitja myndugleikar og hava almennar framløgur um hesa forkunnugu verkætan bæði á Atlantic Fair í Klaksvík og í Havn. Tað er FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur, sum hevur boðið honum henda vegin. Hann hevur í mong ár arbeitt hjá myndugleikunum, sum standa fyri leiting umframt at arbeiða hjá BP. 

[object Object]Gunther Newcombe, sum kemur til Føroya m.a. í sambandi við Atlantic Fair messuna í Klaksvík 18. mai, boðin av FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki. Hann fer m.a. at greiða frá Orion verkætlanini, sum skal seta Hetland í fremstu røð, tá tað snýr seg um grøna orkuskiftið. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2022

54 Leygardagur 07. mai 2022

Farsóttin kravt í minsta lagi 13 milliónir mannalív seinastu tvey árini

Talan er um fólk, sum eru deyð antin beinleiðis av koronu ella av øðrum fylgjum, sum eru knýtt at farsóttini, sigur Heimsheilsustovnurin, WHO

Tedros Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sambært Heimsheilsustovninum, WHO hevur koronafarsóttin í 2020 og 2021 kravt millum 13,3 og 16,6 milliónir mannalív.

Talan er um fólk, sum eru deyð antin beinleiðis av koronu ella av øðrum fylgjum, sum eru knýtt at farsóttini.

Deyðiligheitin undir koronafarsóttini eru roknað út frá muninum millum talið á andlátum, sum eru skrásett í hesum tíðarskeiðnum, og tað talið, sum vanliga hevði verið skrásett í sama tíðarskeiði, um eingin farsótt hevði verið.

Tey vælbjargaðu londini eiga 15 prosent av ovurstóra deyðatalinum, meðan hægri miðalinntøkulondini eiga 28 prosent, og londini við lægri inntøku eiga restina, skrivar Ritzau.

Talið var hægri hjá monnum enn kvinnum, og deyðstíttleikin var hægstur millum eldri fólk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2022

55 Leygardagur 07. mai 2022

Reytt kort og ruðuleiki: Vánaliga gongdin hjá HB heldur fram

Tað bleiv dramatiskt móti endanum í Gundadali sunnudagin tá vágamenn í yvirtíðini javnaðu til 2-2. Lítla løtu seinni helt man, at HB kortini fekk bjargað sær øll trý stigini, men eftir ruðuleika eina løtu, dømdi Eiler Rasmusen rangstøðu

Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gongur illa hjá HB, sum undan kappingarárinum var mett at vera ein av avbjóðarunum til FM. 2-2 javnleikurin ímóti 07 Vestur seinnapartin staðfesti vánaligu gongdina.

HB byrjaði annars væl í dystinum, sum varð leiktur í góðveðrinum á Ovara vølli í Gundadali sunnudagin. Við flottum spæli kundi Stefan Radosavljevic leggja HB á odda 1-0 tá 21. minuttir vóru leiktir.

Havnarmenn sótu á dystinum, og í 38. minutti gav trýstið aftur úrslit, tá ein vágamaður var óheppin og setti bóltin í egið mál.

Tíðliga í seinna hálvleiki minkaði 07 Vestur um munin til 2-1 við brotssparki, og hetta gav teimum blóð upp á tonna.

Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat bragdaði hjá Høgna Egilstoft Nielsen, sum javnaði til 2-2.

Lítla løtu seinni varð bólturin í netinum í hinum endanum, men eftir mikið rok varð málið ikki viðurkent og rangstøða varð dømd. Júst hvør HB-leikari var rangstaddur, var ilt at síggja, men linjuverjin metti seg hava sæð eitthvørt.

Teitur Matras Gestsson fekk eftir dystin reytt kort fyri kjaftaslit. Sostatt er HB uttan landsliðsmálverjan ímóti KÍ næsta umfar.

HB hevur fimtan stig aftaná átta umfør, og tað er tí langt upp til KÍ, sum hevur 24 stig. 07 Vestur hevur níggju stig á sætta plássið.

Úrslit og málskjúttar 8. umfar

HB - 07 Vestur 2-2 (2-0)
21’ Stefan Radosavljevic 1-0
38’ Sjálvmál 2-0
55’ Ronni Møller Iversen 2-1
90’ Høgni Egilstoft Nielsen 2-2

NSÍ - Skála 2-1 (2-0)
15’ Klæmint Andrasson Olsen 1-0
27’ Klæmint Andrasson Olsen 2-0
46’ Jan Ingason Hansen 3-0 (br.)

EB/Steymur - B68 2-1 (1-1)
30’ Lukasz Cieslevicz 0-1 (br.) 
31’ Philip Djordjevic 1-1
83’ Andras Olsen 2-1

AB - B36 0-3 (0-2)
35’ Brian Jakobsen 0-1
38’ Michal Przybylski 0-2
47’ Martin Agnarsson 0-3

KÍ - Víkingur 1-0 (0-0)
54’ Páll Andrasson Klettskarð 1-0

Herundir nakrar myndir frá oddabrakinum leygardagin, tá KÍ vann 1-0 á Víkingi. Jens Kr. Vang tók myndirnar.

Fleiri myndir her og her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2022

56 Leygardagur 07. mai 2022

Víkingur letur ikki KÍ sleppa so

Útsetti dysturin bleiv ongantíð spennandi. Víkingur vann týskvøldið 4-1 ímóti AB

Olaf Bárðarson ger veruliga um seg í ár. Hann hevur skorað seks mál higartil hetta kappingarárið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað bleiv ongantíð spenningur í útsetta dystinum millum Víking og AB týskvøldið. Hetta var ein dystur í triðja umfari, sum skuldi spælast 20. mars, men orsakað av nógvum vindi í Sarpugerði, varð dysturin útsettur.

Ikki óvæntað vann Víkingur 4-1. Sølvi Vatnhamar og Olaf Bárðarson tóku sær av málunum, og fingu tvey í part.

Sigurin hevur við sær, at Víkingur nú kemur nærri KÍ, sum hevur fulla úrtøku aftan á átta umfør. Felagsliðið í Leirvík og Gøtu hevur nú 18 stig. Seks stig eru upp til KÍ á fyrsta plássið við 24 stigum.

Næsta umfar verður avgerandi fyri FM-stríðið, tí Víkingur fær vitjan av NSÍ, meðan HB er á vitjan hjá oddaliðnum í Klaksvík.

AB liggur á næstaftasta plássið og hevur 4 stig. Næsta vikuskiftið verður eisini ein týðandi dystur hjá argjamonnum, tá B68 kemur á vitjan.

Víkingur - AB 1-4 (1-0)
9’ Sølvi Vatnhamar 1-0 (br.)
53’ Olaf Bárðarson 2-0
65’ Olaf Bárðarson 3-0
68’ Sølvi Vatnhamar 4-0
69’ Augustin Marsico 4-1

Stigatalvan Betri deildin menn

1. KÍ (24. stig)
2. Víkingur (18 stig
3. HB (15 stig)
4. B36 (13 stig)
5. EB/Streymur (13 stig)
6. 07 Vestur (9 stig)
7. NSÍ (9 stig)
8. B68 (5 stig)
9. AB (4 stig)
10. Skála (3 stig)

9. umfar

Leygardagin 7. mai:
Kl. 18: Skála-EB/Streymur

Sunnudagin 8. mai:
Kl. 15: KÍ-HB
Kl. 15: Víkingur-NSÍ
Kl. 15.15: B36-07 Vestur
Kl. 17: AB-B68 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2022

57 Leygardagur 07. mai 2022

KÍ leingir við landsliðsleikara

Odmar Færø hevur skrivað undir trý ára sáttmála við føroyameistararnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sterki landsliðsmiðverjin, Odmar Færø hevur skrivað undir trý ára sáttmála við KÍ.

Odmar Færø, sum við kønari hond hevur stýrt verjuni hjá KÍ síðani 2020, tekur trý ár afturat á liðnum, siga føroyameistararnir á heimasíðuni.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hann kom til Klaksvíkar undan kappingarárinum 2020 og hevur spælt 65 dystir í kongabláa búnanum. Odmar Færø hevur skorað tilsamans átta mál fyri KÍ - sjey í Betrideildini og eitt í søguliga Conference League dystinum móti Rigas FS við Djúpumýru í 2021.

Sáttmálin er galdandi til og við 2025.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2022

58 Leygardagur 07. mai 2022

Hervør Olsen best í apríl

Eftir eina sera spennandi atkvøðugreiðslu gjørdist Hervør Olsen úr KÍ tann fyrsta at vinna nýggja heiðurin

Hervør Olsen og Fríðin Ziskason (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Toppskorarin hjá oddaliðnum er blivin landskend fyri síni flikkflakk oman á málskoringar – nú er hon kosin besti spælarin hjá kvinnum í apríl mánaði.

Í samstarvi við Betri og Effo, er Fótbóltssambandið farið undir at heiðra besta spælaran hjá kvinnum og monnum hvønn mánað. Betri Deildin hjá kvinnum fór av bakkastokki síðst í mars, og eftir fimta umfar hava venjarar og fjølmiðlafólk givið síni boð uppá, hvør spælari hevur gjørt tað best hendan mánaðan.

Eftir eina sera spennandi atkvøðugreiðslu gjørdist Hervør Olsen úr KÍ tann fyrsta at vinna nýggja heiðurin. Kára Djurhuus úr EBS/Skála bleiv nummar tvey, og síðan stóð á jøvnum millum Leu Lisberg úr EBS/Skála og Livyan Silva úr B36.

Tað var ein ovfarin og sera fegin Hervør, sum varð heiðrað undan dystinum millum KÍ og 07 Vestur við Djúpumýru.

– Tað kemur óvart á meg at vinna hendan heiðurin, men tað er sjálvandi stuttligt og motiverandi. Vit hava fingið eina góða byrjan uppá kappingina, og tað er liðavrikið, sum altíð liggur fremst í huganum, sjálvt um hetta eisini er stuttligt, sigur kviki áleyparin.

Fyri heiðurin fekk Hervør Olsen eitt gávubræv á 1.500 krónur frá Effo, umframt eina glasstandmynd. Fríðin Ziskason, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya handaði vinningin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2022

59 Leygardagur 07. mai 2022

Góðkent liðavrik í krevjandi dysti

U17-landsliðið við dreingjum tapti seinasta dystin í Uefa menningarkappingini. Kortini er venjarin nøgdur við liðavrikið, og ta menning, ið dreingirnir eru farnir ígjøgnum farnu dagarnar

(Mynd: Jan Djurhuus)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– Hetta var okkara besta avrik í kappingini. Kasakstan var sterkasta liðið, men vit stóðu okkum væl í hesum dysti. Vit vóru væl skipaðir og vardu væl. Seinastu fimm minuttirnir fyri hálvleik, tá ið vit gjørdu onkur smærri mistøk, kostaðu úrslitið, tí tá fekk Kasakstan tvey tøtt mál. Vit høvdu okkara mótálop og deyðbóltar, men tíverri lukkaðist ikki at skora.

Soleiðis sigur venjarin hjá U17-landsliðnum við dreingjum, Eyðun Klakstein, við heimasíðuna hjá FSF, eftir at dreingirnir høvdu spælt síðsta dystin í Uefa menningarkappingini í Pühajärve í Estlandi.

Úrslitið gjørdist 2-0 til Kasakstan, sum skoraði málini í 42. og 44. minutti.

– Spælararnir hava fingið nógv burtur úr kappingini. Teir hava spælt tríggjar krevjandi landsdystir, og tað ger mun í menningini. Í dag avrikaðu teir væl betur enn í fyrsta dystinum, og nú kunnu vit koma heim at arbeiða víðari við liðnum fram ímóti NM, sum verður í summar, og EM-undankappingini, sum er á skránni í heyst, sigur Eyðun Klakstein.

NM verður í Noreg frá 2. til 11. august, meðan EM-undankappingin verður í Portugal í døgunum 14. til 23. november. Umframt Føroyar og Portugal, eru Kasakstan og Slovenia eisini við í bólkinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2022

60 Leygardagur 07. mai 2022

Fleiri enn hundrað lið klár at kappast í summar

Upp móti túsund børn og ung fara at kappast í Summar Cup hjá B36

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Um tveir mánaðir verður níggjunda útgávan av Summar Cup hjá B36 á skránni í Gundadali og á Tórsvølli. Seinastu tvey árini hevur koronafarsóttanin ávirkað kappingina nakað, men í ár verður kappingin aftur skipað sum vanligt við setan, svimjing og øðrum spennandi tiltøkum.

Hóast tað framvegis eru tveir mánaðir til stóru fótbóltskappinga, so hava longu fleiri enn hundrað lið teknað seg til Summar Cup 2022. Hetta merkir at upp ímóti túsund børn og ung fara at kappast hesar báðar dagarnar.

Samstarv við Føroyaleikir

Samstundis sum Summar Cup er á skránni, er eisini eitt annað stórt ítróttartiltak í Føroyum, tá ÍSF skipar fyri Føroyaleikum í tíðarskeiðinum 30. juni til 4. juli 2022.

Hetta merkir samstundis, at nógvur aktivitetur verður kring alt landið. Fyri at tryggja, at øll kunnu fáa gleði av teimum hentleikum, ið vera bjóðaðir í hesum døgum, so er avtala gjørd við Føroyarleikir um, at øll, sum luttaka í Summar Cup hava møguleika at bíleggja gisting og mat umvegis skipanina hjá Føroyaleikum.

- Vit hava altíð havt eitt ynski um at kunna bjóða gisting í sambandi við Summar Cup. Hetta er tó ein stór og tíðarkrevjandi uppgáva, tí gleðast vit um, at vit kunnu samstarva við ÍSF og Føroyaleikir um hesa uppgávuna. Á hendan hátt fáa vit bjóða gisting, men hava samstundis møguleika at halda fokus á fyriskipanini av fótbóltsdøgunum í Gundadali og á Tórsvølli, siga fyri skipararnir av Summar Cup.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2022

61 Leygardagur 07. mai 2022

FSF vertur fyri stórari Uefa ráðstevnu

Væntandi verða eini 45-50 útlendingar úr níggju londum við á Uefa ráðstevnuni, sum FSF verður vertur fyri í døgunum 8. til 12. mai

Mynd: Hans Erik Danielsen
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Endamálið við ráðstevnuni er vitanardeiling, har dentur millum annað verður lagdur á, hvussu vit og onnur fótbóltssambond skipa okkara gerandisdag. So vit gleða okkum og síggja fram til nakrar spennandi og mennandi dagar, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í FSF.

Talan er um eina spennandi skrá, tá Fótbóltssamband Føroya í døgunum 8. til 12. mai verður vertur fyri stórari Uefa ráðstevnu. Skipað verður fyri fyrilestrum, framløgum og venjingum, og harafturat verður eisini vitjað í KÍ.

Umframt at vera vertur, ynskir Fótbóltssamband Føroya eisini at geva teimum vitjandi, ið væntandi vera eini hálvt hundrað í tali, eina góða og minnisríka uppliving um føroyingar og Føroyar. Gestirnir koma úr Belgia, Bulgaria, Estlandi, Liktinstein, Norðurmakedonia, Portugal, Slovenia, Norðurírlandi og Spania.

– Vanliga eru eini 3-4 lond til hesar UEFA ráðstevnurnar. Men hesaferð fingu londini møguleikan at velja, og tað vísti seg, at fleiri vildu sleppa til Føroya. Tað fegnast vit sjálvandi um, so nú ræður um at geva teimum eina góða uppliving, har serligt ljós verður varpað á fótbóltin her hjá okkum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2022

62 Leygardagur 07. mai 2022

Hesi gjørdust ársins hondbóltsspælarar

Undan gallaveitsluni hjá hondbóltinum varna leygardag, vóru ársins heiðrar latnir. Jana Mittún og Vuk Stevanovic gjørdust ársins leikarar

Ársins lið hjá kvinnum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Leygardagin var gallaveitsla í hondbólti og vóru eisini ársins avrik heiðrað. Ársins heiðrar vóru latnir undan gallaveitsluni, sum í ár var hildin á Strondum.

Átta heiðrar umframt ársins lið hjá kvinnum og monnum, vórðu latnir. Ársins leikarar gjørdust Jana Mittún úr H71 og Vuk Stevanovic, sum leikti við Team Klaksvík farna kappingarár.

Hesi vóru heiðrað:

Ársins leikarar

Jana Mittún, H71
Vuk Stevanovic, Team Klaksvík

Ársins stjørnuskot

Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Óli Mittún, H71

Ársins málverjar:

Nicoline Poulsen Kirk, Kyndil
Pauli Jacobsen, H71

Ársins dómarar:

Jógvan Skeel Nolsøe
Bárður Brimvík

Ársins verjuleikarar:

Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71
Peter Krogh, H71

Ársins álopsleikarar:

Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Vuk Stevanovic, Team Klaksvík

Ársins venjarar:

Mark Lausen-Marcher og Ingi Olsen, H71
Simon Olsen, H71

Toppskjúttar:

Turið Arge Samuelsen, 188 mál, Kyndil
Vuk Stevanovic, 189 mál, Team Klaksvík

Ársins lið kvinnur

Málverji: Nicoline Poulsen Kirk, Kyndil
Vinstri vongur: Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Vinstri bakkur: Jana Mittún, H71
Miðja: Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Høgri bakkur: Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Høgri vongur: Jancy Jacobsen, Stjørnan
Strika: Brynja Høj, Neistin

Ársins lið menn

Málverji: Mladen Mjerimacka, VÍF
Vinstri vongur: Janus Dam Djurhuus, H71
Vinstri bakkur: Vuk Stevanovic, Team Klaksvík
Miðja: Pauli Mittún
Høgri bakkur: Peter Krogh, H71
Høgri vongur: Pætur Thomsen, H71
Strika: Ísak Vedelsbøl, Neistin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2022

63 Leygardagur 07. mai 2022

Í bólki við Montenegro, Svøríki og Niðurlondum í juli

U06 kvinnur skulu spæla European Open í Göteborg í tíðarskeiðnum 4. til 9. juli

Mynd: Hondbóltssamband Føroya
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lutakast til European Open, har føroysku U16-kvinnurar luttaka í, hevur verið. 

Hondbóltssambandið skrivar, at 17 lið luttaka í kappingini og leikt verður í fýra bólkum við fýra liðum í trimum teirra og fimm í einum. Bólkabýtið sær soleiðis út:

Bólkur 1: Rumenia, Frakland, Slovenia, Estland, Lettland
Bólkur 2: Montenegro, Svøríki, Niðurlond, Føroyar
Bólkur 3: Noreg, Portugal, Ísland, Pólland
Bólkur 4: Sveis, Kekkia, Spania, Finnland

Liðini sum enda nummar 1, 2 ella 3 koma víðari til A-endaspælið og spæla um plássini frá 1 til 12. Hini spæla B-endaspæl um plássini 13-17.

Talan er um eina sera sterka kapping, har flestu av stóru tjóðunum eru við, og Føroyar skulu harvið stríðast ógvuliga hart og væl fyri at koma víðari. Føroyska U17 landsliðið við dreingjum vann hesa kappingina í 2019 (02 og 03-árgangirnir). Nú er talan um U06.

European Open verður í døgunum 4. til 9. juli í Gøteborg.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2022

64 Leygardagur 07. mai 2022

Marius heldur fram sum venjari hjá StÍF-kvinnunum

StÍF hevur skrivað undir sáttmála við Marius Joensen um, at hann verður venjari hjá kvinnunum kappingarárið 2022/23, og at hann eisini skal hava ábyrgd av øllum gentualdursbólkunum

Marius Joensen, høvuðsvenjari hjá kvinnunum, og Rúni Rasmussen, formaður í StÍF
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Marius Joensen heldur fram sum høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá StÍF.

StÍF hevur skrivað undir sáttmála við Marius um, at hann verður venjari hjá kvinnunum kappingarárið 2022/23 og at hann eisini skal hava ábyrgd av øllum gentualdursbólkunum. Til hesa uppgávu hevur hann fleiri hjálparvenjarar aftrat sær.

Marius hevur verið venjari hjá kvinnunum síðan hálvan oktober í fjør.

Marius hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari hjá børnum, ungum og vaksnum. Hann spældi í mong ár á besta liðnum StÍF. Hann hevur vunnið FM og fleiri ferðir verið steypavinnari.

Marius hevur kandidatsútbúgving í námsfrøðiligari sálarfrøði (Cand.pæd.pæd.psyk.). Hann hevur síðan 2012 arbeitt hjá Sernámi við børnum og ráðgivið námsfrøðingum.

Marius er 42 ára gamal, ættaður av Skála, og býr Strondum saman við familjuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2022

65 Leygardagur 07. mai 2022

ÍA sett nýggjan ungdóms venjara

Borce Markovski úr Norðurmakedonia skal flyta hondbóltin á Argnum fram á leið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ítróttarfelagið Argir hevur sett nýggjan høvuðs venjara. Borce Markovski úr Bitola í Norðurmakedonia fer komandi kappingarárið at hava ábyrgd av barna- og ungdómsarbeiðinum á Argjum.

Borce er 52 ára gamal og hevur Master Coach Licence frá EHF og útbúgving innan Physical Sport and Health. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari, m.a. sum høvuðsvenjari hjá U19 manslandsliðnum hjá Makedonia.

Seinastu tvey árini hevur Borch verið venjari hjá Stíf, og hevur hann verið væl dámdur. Tá hann longu hevur búð her í tvey ár, kennir hann væl til Føroyar og viðurskifini her. 

Nevndin í ÍA eru sannførd um, at Borce kemur at hjálpa við at flyta felagið fram á leið, og tey í felagnum gleða seg til at arbeiða saman við honum.

- Borce kemur frá eini øðrvísi hondbóltsmentan, enn vit eru von við, og hann er klárur at seta sín dám á framtíðina hjá ÍA. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2022

66 Leygardagur 07. mai 2022

Kristinn er nýggjur landsliðsvenjari

45-ára gamli íslendingurin, sum seinasta árið hevur verið venjari hjá EB, skal taka sær av U06 kvinnum. Talan er í fyrstu syftu um U16-landsliðið og European Open í Gøteborg í juli

Kristinn Guðmundsson (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kristinn Guðmundsson kom til Føroyar í fjør. Hann hevur verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá EB og samstundis havt ábyrgdina av allari ungdómsvenjingini í felagnum.

Talan var um fyrsta árið hjá EB í bestu kvinnudeildini, og tað var týðiligt, at 45-ára gamli íslendingurin menti liðið gjøgnum kappingarárið.

Nú er Kristinn Guðmundsson settur í starv sum venjari hjá U06 kvinnunum í landsliðsarbeiðnum hjá Hondbóltssambandið Føroya.

Hesum boðaði HSF frá í gjárkvøldið og staðfesti, at talan er ein persón, sum hevur nógvar royndir sum venjari og spælari á høgum støði í bæði Íslandi og Noregi. 45-ára gamli íslendingurin hevur millum annað yvir tíggju ár á baki sum venjari í bestu mansdeildini í heimlandinum.

U06 kvinnur eru nú aldursbólkinum U16 og skulu spæla European Open í Gøteborg í tíðarskeiðnum 4. – 9. juli.

Kristinn verður venjari hjá gentum føddar 2006-2007 saman við vestmenninginum Agnari Joensen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2022

67 Leygardagur 07. mai 2022

Altjóða flogbóltsfinalur í Havn

Hetta vikuskiftiði er Flogbóltssamband Føroya vertur fyri EM-finaluumfari í CEV-SCA kappingini fyri A-landslið hjá monnum. Hesar tríggjar dagarnar skulu Skotland, San Marino, Ísland og Føroyar kappast um gullkrónurnar og heiðurin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Flogbóltssamband Føroya bjóðaði seg tíðliga í ár fram at vera vertur fyri CEV-SCA kappingini hjá monnum, sum verður í døgunum 13. til 15. mai. Allir dystirnir – seks tilsamans – verða leiktir í Stórhøllini á Hálsi í Havn.

Føroyar løgdu fyri móti San Marino í gjár. San Marino er vanliga eitt sterkt lið, har flestu leikarar koma frá sterkum kappingum í Italia. Síðan verður leikt móti Skotlandi í dag kl. 17, og at enda verður leikt móti Íslandi í morgin kl. 17.

Føroyski landsliðsvenjarin, Jens Bang, og hjálparvenjararnir, Boban Ilic og Cristian Imhoff, arbeiða við einum lutfalsliga ungum liði, sum skal byggjast upp næstu trý árini. Ætlandi skal stórur partur av hesum liðinum víðari til U22 CEV Eurovolley undankapping í Letlandi 19. til 21. mai, har leikt verður móti Serbia og Lettlandi.

Seinni skal A-landsliðið so eisini leika CEV Eurovolley undankappingardystir móti Belgia, Ísrael og Estlandi. Leikt verður á heima- og útivølli í august og september.

CEV-SCA kappingin er fyrsta styrkiroyndin hjá føroyska A-landsliðnum, síðani korona tók seg upp, og tí verður sera spennandi at síggja, hvar vit liggja í mun til londini, sum verða við í Føroyum.

Dystarskráin fyri CEV SCA-kappingina í Føroyum:

Fríggjadagin 13. mai 2022:
Kl. 17 Føroyar – San Marino
Kl. 20 Skotland – Ísland

Leygardagin 14. mai 2022:
Kl. 14 Ísland – San Marino
Kl. 15 Skotland – Føroyar

Sunnudagin 15. mai 2022:
Kl. 14 San Marino – Skotland
Kl. 17 Føroyar – Ísland


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2022

68 Leygardagur 07. mai 2022

FM í estetiskum fimleiki um vikuskiftið

12 lið kappast í Høllini á Hálsi í dag og í morgin

(Mynd: Jón K. Joensen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Um vikuskiftið verður Høllin á Hálsi í Havn karmur um FM í estetiskum fimleiki.

12 lið eru meldað til kappingarnar, og tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk, og Klaksvíkar Fimleikafelag, upplýsir Føroya Fimleikasamband í tíðindaskrivi.

Undankappingin byrjar leygardagin klokkan 13, og sunnudagin 8. mai klokkan 14 byrjar FM.

Kringvarpið stroymir kappingina sunnudagin, og dyrnar lata upp ein tíma áðrenn kappingarnar byrja.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2022

69 Leygardagur 07. mai 2022

Jón Jacobsen vann Horsens Grand Prix

Rakti 135 av 150 dúgvum í kapping í Danmark um vikuskiftið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski skjúttin Jón Jacobsen úr veiðifelagnum Byrsumúla vann farna vikuskiftið donsku kappingina Horsens Grand Prix í OL-trap.

Skotið varð eftir 150 dúgvum, 75 leygardagin og 75 sunnudagin. Jón skeyt avbera væl, og rakti 135 dúgvur, sum er eitt framúrskarandi úrslit, eisini tá hugsað verður um, at skjótingin í Byrsumúla hevur ligið mestsum still síðan á jóansøku í fjør.

Hetta ber boð um lovandi tíðir, tá nýggja OL-trap skjótibreytin verður liðug seinni í ár, skrivar felagið Byrsumúli.

Hetta er fyrstu ferð, at skjútti úr Føroyum vinnur slíka kapping í Danmark. Tríggir skjúttar úr Byrsumúla luttóku í kappingini.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2022

70 Leygardagur 07. mai 2022

Góðar væntanir til DM-kapping í boksing

Fýra ungir mans eru topptrimmaðir undan stóru kappingini í Aabenraa um vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í vikuni fóru fýra nevaleikarar frá Tórshavn Boksing til Danmarkar, har teir skulu luttaka í DM kapping fyri byrjarar, sum verður hildin í Aabenraa.

Teir fýra boksararnar hava stórar væntanir. Ikki minst eftir at teir farna vikuskiftið fingu miðvísa av trimum royndum boksivenjarum úr Danmark.

Teir fýra føroysku boksararnir eru hesir:

[object Object]

Teitur Annand luttekur í U19 í vektflokkinum 54-57 kilo. Hann hevur boksað tveir dystir og tapt báðar, og mætir sama mótstøðumanni aftur nú um vikuskiftið.

- Ein skuldi trúð, at tað var keðiligt, men vit hava vent uppgávuna við, og síggja tað sum ein møguleika at kenna mótstøðumannin. Vit hava arbeitt við at rætta mistøk, og hesaferð fer tað at síggja øðrvísi út, sigur Martin Meng, venjari í Tórshavn Boksing, og leggur afturat:

- Teitur hevur ment seg nógv, og fekk pussað tað seinasta av nú um vikuskiftið hjá Lars Gierringe frá Bokseteam Helsinge, sum er ein royndur venjari við 38 ára royndum, og sum hevur vant nógvar toppboksarar gjøgnum ár og dag. Mótstøðurmaðurin verður ovfarin, um hann væntar tann sama Teit sum seinast.

[object Object]

David Kunoy luttekur í U19 í vektflokkinum 63,5-67 kilo – hevur boksað tríggjar dystir og vunnið tveir teirra.

- Mótstøðumaðurin hjá honum gav avboð í gjár, so vit vóru noydd at flyta hann ein vektflokk upp til 67-71 kilo. Dagsvektin hjá David liggur um 68-69 kilo, so tað verður ikki nøkur avbjóðing fyri hann.

- David er í góðum formi og er ein sterkur boksari, sum er við at sláa navn sítt fast í Danmark. Hann megnar allar streingir í ítróttini og eg ein boksari, ið er trupul at lesa. Tí rokna við við, at David boksar gullið heim um vikuskiftið, sigur Martin Meng.

[object Object]

Magni Vang luttekur í U19 í vektflokkinum 71-75. Hann skal boksa sín fyrsta veruliga dyst um vikuskiftið.

- Vit vænta, at hann fer at klára seg væl í ringinum. Magni boksar vakurt og stílreint og er ein boksari, sum er væl á veg. Um tað røkkur til gull verður spennandi. Men vit eru sannførd um at fáa ein góðan dyst.

[object Object]

Jonathan Malaikev er royndasti boksarin. Hann boksar í elite-bólkinum í vektflokkinum 57-60 kilo. Hevur boksað seks dystir og vunnið fýra.

- Jonathan er ein sterkur boksari sum hevur sligið navn sítt fast í danska boksiumhvørvinum. Serliga hansara seinasti dystur í Vordinborg, tá hann vann greitt móti einum lokalum boksara framman fyri túsund heimaáskoðarum vísti hansara styrki.

- Jonathan er til reiðar at taka gullið heim til Føroyar fyri fyrstu ferð, sigur Martin Meng. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2022

71 Leygardagur 07. mai 2022

Jákup Mortensen farin, 80 ára gamal

Varð heiðraður við størsta heiðrinum innan ÍSF fyrr í ár

Jákup Mortensen við heiðursbrævinum saman við Elini H. Joensen, ÍSF-forseta (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í vikuni bórust tíðindini um at eldsálin, Jákup Mortensen, í Runavík er deyður, 80 ára gamal.

Jákup Mortensen var vágbingur, og áðrenn hann flutti norður um Suðuroyarfjørð, gjørdi hann seg eitt nú galdandi innan ríka tónleikalívið í Vági. Er upphavsmaður til væl umtóktu sangirnar “Rósuna” og “Heimkomuna”, sum hann skrivaði saman við Robert McBirnie.

Fyrr í ár varð Jákup Mortensen uppiborið heiðraður av Ítróttarsambandi Føroya, tá hann fekk handað Heiðursbræv Poul E. Petersens, ið er tignarligasti heiðurin hjá ítróttasambandinum.

Eftir at Jákup flutti til Runavíkar fekk hann sett gongd á ítróttalívið í økinum. Tað byrjaði við, at hann átók sær at venja eitt piltalið hjá NSÍ í 1972 og tað var “sáðið, sum í jørðina varð grivið”, tí síðan tá hevur tað mesta av virkseminum í NSÍ havt henda væl dámda ítróttamannin sum snúningspunkt.

Í grundgevingini fyri at lata Jákupi Mortensen Heiðursbræv Poul E. Petersens varð millum annað sagt:

"Jákup Mortensen hevur í hálva øld havt ósigandi týdning fyri menningina av barna- og ungdómsarbeiðinum hjá NSÍ – líka frá byrjan og til dagin í dag, so felagið nú telist millum tey størstu, fremstu og best riknu í landinum.

Tíðliga og seint hevur hann verið har fyri spælararnar og felagið, og eingin uppgáva var ov lítil til, at hann fegin tók hana á seg. Heldur ikki hevur hann bert havt eyga fyri teimum elstu ella teimum bestu, tí sjálvt tey yngstu hava kent hansara hita og bankandi hjarta. Ei undur í, at ikki so fáir NSÍ-arar – yngri sum eldri – lýsa hann sum eitt slag av einum eyka pápa, so góður var hann við teir og so væl tók hann sær av teimum."

Herundir ein sigandi mynd av Jákupi Mortensen, sum er at finna á hansara egna Facebook-vanga. Altíð til reiðar við eini hjálpandi hond, kundið heitið á hesi mynd verið.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2022

72 Leygardagur 07. mai 2022

- Ein fyrimynd í allar mátar

Minningarorð: Tað var við sorg, at vit mikudagin fingu boðini um, at nú var Jákup Mortensen farin. Ein, ið veruliga gekk undan og skapti teimum møguleikar, ið komu aftaná

Jákup Mortensen, tá hann í februar fekk handað heiðursskjal Poul E. Petersen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Minningarorð / NSÍ

Tað var við sorg, at vit mikudagin fingu boðini um, at nú var Jákup Mortensen farin. Ein, ið veruliga gekk undan og skapti teimum møguleikar, ið komu aftaná. Ein fyrimynd í allar mátar og líka til tað síðsta eitt menniskja, hvørs hjarta bankaði fyri NSÍ.

So seint sum í februar fekk Jákup heiðursskjal Poul E. Petersens, sum hann eisini var sera fegin um, tó at tað var við hansara so eyðkendu eyðmýkt, at hann hevði mannað seg upp til at taka ímóti. Sjúka hevur verið partur av gerandisdegnum í mong ár, men nú sansaði at og mikumorgunin fór Jákup so í annað ljós.

Søgan um Jákup og NSÍ er søgan um ein vágbing, ið leitaði sær heimanífrá at nema lærdóm og fáa arbeiði, og sum um yrki sítt sum sparikassamaður endaði í Runavík. Restin er søga, sum tikið verður til, tí í hálva øld hevur hann havt ósigandi týdning fyri menningina av barna- og ungdómsarbeiðinum hjá NSÍ – líka frá byrjan og til dagin í dag, so felagið nú telist millum tey størstu, fremstu og best riknu í landinum.

Uttan so mikið sum ein fótbóltsvøll, byrjaði Jákup at venja eitt dreingjalið, sum árið eftir var næstbest í Føroyum. Hetta var einki minni enn fullkomin “timing”, tí Runavík og NSÍ høvdu brúk fyri akkurát einum sum Jákupi, ið var virkisfúsur og hevði nógv at geva. Betri byrjan kundi fótbólturin í Runavík ikki fingið, og øll árini hevur tilflutti vágbingurin sýnt eitt áræði, ið bara kann smitta og eggja øðrum til eisini at gera sítt besta.

Tíðliga og seint hevur hann verið har fyri spælararnar og felagið, og eingin uppgáva var ov lítil til, at hann fegin tók hana á seg. Heldur ikki hevur hann bert havt eyga fyri teimum elstu ella teimum bestu, tí sjálvt tey yngstu hava kent hansara hita og bankandi hjarta. Ei undur í, at ikki so fáir NSÍ-arar – yngri sum eldri – hava lýst hann sum eitt slag av einum eyka pápa, so góður var hann við teir og so væl tók hann sær av teimum.

Tá ið vøllurin við Løkin kom í 1972, lótu Jákup og kona hansara, Jonna, hús síni upp, so bæði heima- og útilið, eins væl og dómarar, kundu skifta í kjallaranum hjá teimum, líka til ítróttarhøllin kom mitt í 80-unum. Hetta var ósjálvsøkni og ein einastandandi blíðskapur og offurvilji, ið neyvan eigur sín líka!

Øll árini hevur Jákup verið fúsur at hjálpt til, eisini í nevnd og í eitt 10 ára skeið sum formaður. Í 1998, tá ið Jákup sat sum formaður, varð NSÍ umskipað, so kappróðurin, hondbólturin og fótbólturin hildu fram í hvør sínum felag. Hetta var eitt framsíggið stig, ið menti allar tríggjar ítróttargreinarnar – ikki minst fótbóltin, sum síðani hevur bjóðað øllum av – bæði í Føroyum og í altjóða kapping.

Í 2007 varð Jákup kosin heiðurslimur í NSÍ á sjálvari 50 ára gallaveitslu felagsins, og nú var tað so eisini í tøkum tíma, at hann varð heiðraður við heiðursskjali Poul Petersens, ið hann so dyggiliga hevði uppiborið fyri sítt drúgva og stóra avrik. Vit vóru mong, ið gleddust hansara vegna, at hesin stóri heiður skuldi falla honum í lut.

Í mai mánaði í fjør fór hann um tey 80 og valdi at halda dagin, hóast hann stríddist við skjótt viknandi heilsu og ta sjúku, ið nú at enda varð við yvirlutan. Men altíð, tá ið hann orkaði, var hann enn við, um okkurt var á vási hjá NSÍ.

Við sínum lætta sinni og siðiliga tóna hevur hann verið væl lýddur og øðrum til fyrimyndar, og soleiðis verður tað eisini, at vit fara at minnast Jákup – bæði í NSÍ og kring landið alt.

Friður veri við minninum um vinin og merkismannin Jákup Mortensen, og vilja vit í NSÍ eisini vísa okkara djúpastu samkenslu við Jonnu, Evu, Trygva og øllum tykkara, ið eftir sita.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2022