Leygardagur 14. mai 2022 | Nr. 20 | Árgangur 3 | Kr. 0,00
SíÐa 2
SíÐa 29
SíÐa 25
SíÐa 49
SíÐa 46
SíÐa 24
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Summarið stendur fyri durum, og harvið eisini háárstíðin hjá ferðavinnuni.
Vit eru fleiri, sum minnast árið 2019, tá ferðafólkatalið í Føroyum líkasum ekspolderaði. Tað var sum um, at øll vildu sleppa til Føroyar. At eta á Koks, síggja Múlafoss og Trælanípuna og uppliva ljósa og vinsæla føroyska summarið.
Eftir ein skáa í tvey ár, bendir alt á, at vit nú ganga einum summari á møti á hædd við 2019 hvat ferðandi gestum viðvíkur.
Men samstundis, sum nógv fegnaðust um, at tað endiliga var komið verulig gongd á ferðavinnuna, so at vit fingu enn eitt bein at liva av aftur at fiski- og alivinnuni, so vóru eisini ónøgdar røddir at hoyra.
Eru vit girað til at taka ímóti so nógvum fólki? Ferðafólkini savnast í Havn, tí tað er í høvuðsstaðnum, at tað fyrst og fremst er møguligt at finna gisting. Høvuðsstaðurin hevur eisini brynjað seg við nýggjum hotellum og fleiri gistingarmøguleikum.
Tí skulu havnarfólk aftur venja seg við trongsul, eitt nú eftir at fáa pláss á matstovum og ikki minst at finna eitt pláss at parkera bilin. Er tað nakað, sum sitandi býarmyndugleikar í Havn hava misrøkt hesi seinastu árini, so er tað at veita parkeringsmøguleikar til teir nógvu bilarnar, ið leita sær inn í býin. Meðan talið av privat- og leigubilum er vaksið støðugt, eru møguleikarnir fyri at parkera als ikki øktir tilsvarandi.
At ímynda sær, at vitjandi fara at seta bilar sínar uttan fyri ringvegin fyri at taka býbussin oman í miðbýin, er ein villleiðing. Til tess er túratalið alt, alt ov lágt.
Men tað verður eisini rópt varskó vegna náttúruna. Samstundis sum ferðavinna og bøndur trætast um hvør skal sleppa at traðka í tað lendið, ið er dragandi fyri ferðafólk at uppliva, og um pengar skulu takast fyri tað ella ikki, eru onnur, sum ávara um tær oyðileggingar, sum standast av fótatraðkinum.
Hagin, sum frammanundan longu er ovbyrðaður av ovbiti, megnar ikki trýstið. Jørðildið hoknar undan, og ferð verður sett á máanina, og úrslitið er jarðriv og svarðloysi. Og er tað nakað, ið bøndur og seyðaánarar ikki ynskja, so er tað svarðloysi.
Tað ikki bara skemmir, men er onkursvegna náttúrunar revsing fyri ikki at hava ansa nóg væl eftir sær.
Tá nyttar lítið hjá ognarbóndanum at hava tikið fleiri hundrað krónur frá ferðafólkinum at stinga í lumman uttan at nakað er komið náttúruni til gagns. Tí neyvan eru nógv ferðafólk, ið tráa eftir at síggja eina niðurslitna náttúru, og harvið missir eigarin inntøkuna frá bæði ferðavinnuni og seyðahaldinum.
Tí er spurningurin so nógv meira umfatandi enn bara hvør skal hava rættin at loyva ella nokta fólki at sleppa út í náttúruna. Verndin av náttúruni er meira týdningarmikil.
Og okkurt sigur okkum, at tað í flestu førum ikki eru eigararnir ella festararnir, ið eru teir bestu at verja náttúruna frá ovbiti og sliti.
Neyðars tveir daga gamla veðurlambið var fallið í tann vissa deyða í gjárkvøldið
Telefonin kann vera hent at hava við hondina. Serliga fototólið í telefonini.
Tað mátti Jens Rói Sørensen mánakvøldið sanna, tá hann var á trøðni hjá sær í Trongisvági fyri at hyggja eftir seyðinum, og serliga teimum nýlembdu lombunum.
Tá varnaðist hann, at eitt tveir daga gamalt veðurlamb undan eini tvílembu var burtur.
Hann leitaði alla trøðna upp og niður uttan at finna lambið aftur.
Jens Rói skrivar soleiðis á Facebook:
“Á veg oman aftur í bilin kom jeg lukkutíð í tankar um nakað, jeg havi sæð onkran gera, tá teir á haruveiðu kannað haruholur, nemliga knipsa eina mynd við telefon inn í holuna fyri at síggja inn á botn.
Á trønni eru nakrar veitir, sum renna undir jørð, og har nøkur fá hol í vøllinum eru niðurí. Hugsaði líka at gera eina seinastu roynd áðrenn myrkrið kom á.
Og mín sann um ikki í tí triða holinum jeg tók mynd niðurí, fann jeg sørinme lambið standandi fast í móru og ein heilan metur inniundir bakkanum.
Fram eftir rommum megnaði jeg við fingraspíssunum at fáa fatur á lambinum og bjargaði tí upp úr holuni og vissa deyðanum. Eftir umstøðunum hevði lambið tað gott, rann beinaveg yvir til mammuna at súgva sær stimbrandi mjólk.
So er bara at vóna at tað kemur fyri seg og klárar lambið seg til í heyst, so skal tað setast við, tað er sikkurt og vist”.
Tá Jens Rói í morgun aftur var á trøðni kundi hann staðfesta, at lambið hevði tað gott.
Í hesum holinum fann hann lambið
Veðurlambið trygt aftur hjá mammuni
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2022
Talan er um "Riddarakross hinnar íslensku fálkaorðu“, og tað er fyri bjargingavrik teirra í Mykinesi, 26. september 1970, tá TF-FIL flogfarið rendi á Knúk
Forseti Íslands, Guðni Th. Jóhannesson vitjaði Føroyar í vikuni, og týsdagin heiðraði hann 11 føroyingum við heiðursmerkinum "Riddarakross hinnar íslensku fálkaorðu“. Hetta fyri bjargingaravrik teirra í Mykinesi, tann 26. september 1970.
Tveir mans, ið ikki kundu verða til staðar í gjár, fáa sítt heiðursmerki seinni
Tað eru nú næstan 52 ár liðin, síðani íslendska flogfarið, TF-FIL, rendi á hægsta tindin á vestastu oynni, á fjallið Knúk. Hetta var undir innflúgvingini til Vágar.
Vanlukkan kravdi átta mannalív. Ein íslendingur og sjey føroyingar doyðu í Mykinesi, og hetta er størsta vanlukka av hesum slagi í Føroyum. 26 fólk sluppu við lívinum
Skrivstovan hjá forseta Íslands boðar í kunningarskrivi frá, at trettan teirra, sum vóru tey fyrstu á staðið, eru enn á lívi og at 11 av teimum vóru við til eina hátíðarløtu týsdagin.
Har bar forsetin teimum, sum í 1970 stríddust fyri at bjarga mannalívum í sera ringum umstøðum, tøkk frá íslendsku tjóðini og handaði teimum heiðursmerki íslendsku fálkaorðu, riddarakross.
Heiðursmerkið íslendska fálkaorðan varð sett á stovn árið 1921, og er hon harvið yvir 100-ára gomul.Fálkaorðan er handað teimum, sum hava givið sítt íkast til íslendska samfelagið og íslendsku tjóðina.
Tey, ið fingu heiðursmerki í gjár:
- Aksel Niclasen, fyrrverandi sjómaður
- Annfinnur á Túvuvølli Jensen, fyrrverandi fiskavirkari
- Bjarni Hansen, bóndi
- Dánjal Danielsen, fyrrverandi maskinmeistari
- Jaspur Joensen, fyrrverandi skipsførari
- Jákup í Løðu, fyrrverandi lærari
- Johan Hendrik Olsen, fyrrverandi sjómaður
- Jóhannes Fredrik Meinhard Summaldur Joensen, fyrrverandi sjómaður
- Karl Mikkelsen, fyrrverandi sjómaður
- Katrin Dahl, fyrrverandi sjúkrarøktarfrøðingur
- Kjartan Simonsen, fyrrverandi snikkari
- Leon Heinesen, fyrrverandi vitavørður
- Reðin Leonsson, fyrrverandi løgreglumaður.
Teir sum ikki vóru við til móttøkuna og tí ikki eru við á myndini eru Aksel Niclasen og Kjartan Simonsen. Teir fáa heiðursmerkið handað seinni
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2022
Landsstýrismaðurin við heilsumálum fegnast, nú eitt samt Løgting hevur gjørt av, at 67 milliónir krónur kunnu brúkast afturat upp á H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, millum annað til innrætting av kjallaranum til parkering, goymslu og reingerð og innrætting av einum framkomnum goymslutorni
Um átta mánaðir kann nýggi og nógv umtalaði H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum lata upp, um løgtingslógin verður samtykt, og onki óvæntað stingur seg upp.
Tað upplýsti Kaj Leo Holm Johannesen fyri Løgtinginum, tá Løgtingið avgreiddi lógina, sum heimilar innrætting av kjallaranum í H-byginginum til parkering, goymslu og reingerð umframt goymslutorn til heilivág og skelting og vegleiðingar í øllum bygninginum.
Nú er uppskotið so einmælt samtykt við triðju viðgerð, og landsstýrismaðurin fegnast um, at útlit sostatt eru fyri, at tað skjótt verður komið á mál við stóru útbyggingini. Ein útbygging, sum er eitt stórt framstig fyri alt tað føroyska heilsuverkið, bæði tá tað snýr seg um betraðar hølisumstøður og ikki minst tøkniliga, tá tað um viðgerð og dagligt virksemi annars ræður.
Sambært lógini kann liðugtgerðin av H-bygninginum í mest lagi kosta 67 milliónir krónur. Tað hevur verið politiskur røringur um prísin, sum er øktur munandi, síðan avgerð fyri nú fleiri árum síðan varð tikin um at grava kjallaran undir nýggja bygninginum út og gagnnýta hann til millum annað parkering og goymslu.
Nú seinast kom tað óvart á politisku skipanina, eisini landsstýrismannin, at goymslutornið – ein serlig lyfta, sum gongur upp ígjøgnum allan bygningin – gerst væl dýrari enn fyrst hildið, tí neyðugt er at innrætta tornið soleiðis, at sterilar og ikki sterilar vørur kunnu haldast atskildar.
– Eg eri fegin um, at Løgtingið hevur tikið undir við uppskotinum uttan at krevja til dømis eina bíligari loysn við goymslutorninum, tí nú fáa vit eina sera framkomna skipan, sum livir upp til tann standard, sum væntast av nýbygging innan fyri Sjúkrahúsverkið bæði hjá okkum og eitt nú í Danmark. Tað harmar meg eins nógv og Løgtingið, at serliga innrættingin og eykakostnaðurin skuldi koma óvart á, og tí verður tað eftirkannað, um serliga ráðgevingin í sambandi við henda partin hevur verið nøktandi.
– Nú fegnist eg tó fyrst og fremst um, at øll henda stóra byggiverkætlanin verður liðug einaferð um ársskiftið, og vit tá í roynd og veru hava eitt spildurnýtt Landssjúkrahús, sum í allar mátar kann javnmetast við øll onnur framkomin sjúkrahús í londunum rundan um okkum, og sum eg eri vísur í fer at verða í fyrsta lagi sjúklingunum, men eisini teimum nógvu starvsfólkunum til gleði. Tað var eisini sera skilagott, at vit gjørdu av at brúka eitt sindur av pengum eyka fyri at fáa nyttu burtur úr teimum nógvu kjallarafermetrunum. Tað haldi eg ikki, at nakar er ósamdur í, tó at kostnaðurin bleiv nakað størri enn upprunaliga hildið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2022
Hóast Føroyar hava havt stóra búskaparliga framgongd seinastu árini, er fíggjarstøða landskassans verri, enn hon var í 2008, tá fíggjarkreppan rakti. Landskassin eigur at tryggja sær meira á kistubotninum tá góðar tíðir eru, so bjálving er móti verri tíðum
Myndin niðanfyri vísir nettoogn/-skuld hjá landskassanum frá 1998 til 2023, árini 2021 – 2023 eru metingar. Uppgerðin vísur bert gjaldføru ognirnar, tað vil siga, hon er uttan útbúnað so sum fastar ognir. Harumframt er ogn og skuld hjá tunnilsfeløgunum við í uppgerðini.
Í 2007, beint fyri fíggjarkreppuna, var nettoskuld landskassans nærum 0. Í sambandi við fíggjarkreppuna hevði landskassin fleiri ár á rað hall á fíggjarlógini, og skuldin hjá landinum vaks við til samans 2,8 milliardum krónum í árinum 2008-2015. Eftir 2015 og nøkur ár fram var yvirskot á fíggjarlógini, og sum myndin vísir, minkaði nettoskuldin tá eitt vet. Síðani 2019 er nettoskuldin tó aftur økt, hóast stóra framgongd í búskapinum. Í 2020 øktist nettoskuldin, tá orsakað av covid-19.
Fyri at minka um nettoskuldina, er neyðugt við yvirskoti á fíggjarlógini. Best er um fíggjarliga rásarúmið í eini komandi afturgongd í búskapinum er so gótt sum gjørligt og tí eigur málið at vera at byggja upp eina positiva nettoogn á umleið 10 prosent av BTÚ, ella á umleið 2 milliardir krrónur, í góðum tíðum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2022
1. apríl búðu 53.882 fólk í Føroyum - talið 1. mars var 53.789. Trendurin er annars, at fólkatalið veksur framvegis, men við lægri ferð, skrivar Hagstova Føroya. Serliga er tað íkastið frá burðaravlopinum, sum er minkað, um hugt verður eftir seinasta árinum
Fólkatalið í Føroyum vaks við næstan 100 fólkum frá 1. mars í ár til 1. apríl, og 687 fólk løgdust aftur at fólkatalinum seinasta árið, so at tað nú er skrásett at vera 53.882 fólk - talan er um ein vøkstur á næsta 100 fólk uppá ein mánaða.
Hetta vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya.
Sjálvur fólkavøksturin er annars minkaður nakað seinastu mánaðirnar. Í 2020 og 2021 lá árligi fólkavøksturin millum 1,4 og 1,6 prosent fyri hvørt 12-mánaðar-skeið. Seinastu 12 mánaðirnar var hann 1,3 prosent.
Trendurin vísir gongdina í fólkatalinum síðani 1985
Talan er ikki um ógvusliga minking, men hon sæst, og tað er serliga íkastið frá burðaravlopinum, sum er minkað.
Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 167 fólk og eini nettoflyting á 520 fólk. Tað seinna talið er hægri enn vanligt, men tað fyrra er lágt - í mun til fólkatalið er burðaravlopið tað lægsta síðan 1985, tá byrjað var at gera fólkatølini upp sambært Landsfólkayvirlitinum. Lága burðaravlopið seinasta árið kemur av, at færri børn eru fødd, samstundis sum munandi fleiri eru deyð seinastu mánaðirnar í mun til undanfarin tíðarskeið, skrivar Hagstovan.
Tilflytingin er komin aftur á sama stig sum í 2019, ið merkir, at gott 150 flyta til Føroya í miðal mánaðarliga. Fráflytingin er eisini komin aftur á sama stig sum í 2019 - gott og væl - og nú flyta gott 110 fólk av landinum í miðal mánaðarliga.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2022
Løgmaður sigur seg als ikki kunnu góðtaka, at harðskapur fer fram í býarlívinum, og er rættast at fara í samskifti við avvarðandi myndugleikar fyri at fáa nærri greiðu á støðuna – møguligar loysnir eru, at løgreglan patruljerar til gongu í miðbýnum í vikuskiftinum, og at Náttarravnarnir verða uppraðfestir, sigur hann
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður sigur, at tað er týdningarmikið at seta tiltøk í verk at basa trupulleikunum við rusevnum og harðskapi, og heldur hann, at mann eigur at fara í samskifti við avvarðandi myndugleikar fyri at fáa nærri greiðu á, um harðskapurin, sum søgur hava verið frammi um seinastu tíðina, hongur saman við rúsevnismisnýtslu.
Eisini vil hann hava nærri greiðu á, hvussu umfatandi harðskapurin í náttarlívinum er, og um nakað ávíst mynstur er í harðskapinum, sigur hann í svari til fyrispurning hjá Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum.
Annika Olsen spurdi løgmann, hvørjar ætlanir eru um at seta í verk tiltøk at basa harðskapi í býarlívinum, og um nakrar ítøkiligar samráðingar eru við kommunurnar um hetta.
Sum møgulig átøk nevnir løgmaður, at løgreglan patruljerar til gongu í miðbýnum í vikuskiftinum, og at Náttarravnarnir verða uppraðfestir. Eisini nevnir hann møguleikan, sum hevur verið frammi, at seta vakmyndatól upp í náttarlívinum.
– Sum løgmaður vil eg at Føroyar framvegis skulu vera besta og tryggasta staðið at liva og vaksa upp, og tí kann eg als ikki góðtaka at harðskapur fer fram í býarlívinum. Hetta var eisini ein av orsøkunum til at eg setti arbeiðið í gongd við einari heildarætlan fyri rúsevnismisnýtslu, sigur hann.L
øgmaður, sigur eisini, at fleiri av átøkunum í heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu, sum hann fekk handað í mars, eisini kunnu vera við til at avmarka harðskap.
– Her hugsi eg eg t.d. um nýggja PSP-samstarvið og SSP+ samastarvið, sum ætlanin er at seta í verk, sigur hann.
PSP-samstarvið er eitt samstarv millum psykiatri, sosialar myndugleikar og løgregluna, sum serliga er ætlað borgarum við fjøltáttaðum trupulleikum, sum ikki sjálvir megna at søkja sær hjálp fyri at betra um støðuna. Í Føroyum fer Kriminalforsorgin at verða part av samstarvinum.
SSP+ samstarvið er ætlað ungum millum 18 og 24 ár, sum hava trupulleikar við rúsevnum og óhepnari ella kriminellari atferð, og ætlanin við samstarvinum er at hjálpa og stuðla teimum ungu aftur á beina kós. Samstarvið fevnir millum annað um løgregluna, Almannaverkið, ALS, Dugna, Megna Títt Lív og Kriminalforsorgina.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at Løgmansskrivstovan hevur havt eitt gott samskifti við borgarstjóran í Tórshavnar kommunu um støðuna viðvíkjandi átøk móti harðskapi í býarlívinum, men annars eru ongar ítøkiligar samráðingar við kommunurnar um hetta.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2022
Ófaklærdir heilsuhjálparar og námsfrøðihjálparfólk, sum eru omanfyri 25 ár, og sum hava minst 3 ára viðkomandi starvsroyndir kunnu søkja um at verða førleikamett, og soleiðis fáa atgongd til eina serskilda undirvísingargongd, sum gevur teimum eina høgligari leið gjøgnum útbúgvingina
Heilsuskúli Føroya og Uttanríkis- og Mentamálaráðið hava latið upp eina nýggja hurð inn til útbúgvingarnar sum heilsuhjálpari og námsfrøðihjálpari.
Ítøkiliga snýr tað seg um eina førleikametingar-tilgongd, fyri ófaklærdar heilsuhjálparar og námsfrøðihjálparfólk, sum eru omanfyri 25 ár, og sum hava minst 3 ára viðkomandi starvsroyndir. Hesi kunnu søkja um at verða førleikamett, og soleiðis fáa atgongd til eina serskilda undirvísingargongd, sum gevur teimum eina høgligari leið gjøgnum útbúgvingina.
– Hetta er sama útbúgvingin, sama fakliga innihaldi og júst sama prógv sum til tær vanligu útbúgvingarnar sum heilsuhjálpari og námsfrøðihjálpari, sigur Vivie Kirke Davidsen, stjóri á Heilsuskúla Føroya, sum fegnast um, at hendan skipanin er fingin í lag:
– Tað nýskapandi við hesum leistinum er, at tey førleikamettu verða frítikin frá vanligu starvsvenjingini, so tey sleppa til arbeiðis í teimum tíðarskeiðum har eingin undirvísing er. Harafturat skipar Heilsuskúlin ein part av frálæruni umvegis fjarundirvísing, so tað verður høgligari hjá hesum næmingabólkunum at taka hesar útbúgvingar.
Landsstýrismaðurin við skúlamálum, Jenis av Rana, lýsir nýggja leistin hjá Heilsuskúlanum sum eitt spennandi frambrot fyri vælferðarøkið:
– Starvsfólkatrotið er ein avbjóðing sum vit øll mugu taka í størsta álvara, og hendan førleikametingin kann gerast ein týdningarmikil liður, í eini røð av átøkum, sum skulu fáa fleiri vælútbúgvin starvsfólk inn á vælferðaøkið. Fyrsta stigið er heilsuhjálparar og námsfrøðihjálparar. Næsta stigið verður heilsurøktarin.
Landsstýrismaðurin vónar og væntar, at kommunurnar og fakfeløgini fara at taka væl undir við leistinum, og at allir partar fara at gera sítt til, fyri at fáa kunningina um nýggja tilboðið hjá Heilsuskúlanum út: Tað er ein felags avbjóðing at fáa fleiri hendur og betri fakligar førleikar inn á økið. Um vit nú øll lyfta í felag, so fáa vit eisini sett veruliga gongd á rekrutteringina av teimum røttu starvfólkunum til hendan nýggja leistin, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.
Heilsuhjálparútbúgvingin og námsfrøðihjálparaútbúgvingin fyri førleikamett byrjar longu eftir summarfrítíðina í ár, og tey, sum hava ábyrgdina av at vegleiða um førleikameting, sita longu klár til at hjálpa umsøkjarunum.
Nærri kunning um nýggju útbúgvingarmøguleikarnar eru at finna á heimasíðuni hjá Vegleiðingarstovuni í Undirvísingarstýrinum, www.vegleiding.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2022
Sambært Hagstovuni var talið á kommunulæknaviðtalum nærum 188.000 í 2021, og av teimum vóru góðar 9.000 avgreiddar umvegis telefon
Talið á kommunulæknaviðtalum í 2021 var nærum 188.000. Hetta er 13 prosent fleiri enn í 2019 – áðrenn koronasmittan byrjaði at gera um seg, skrivar Hagstovan.
Av teimum 187.861 viðtalunum vórðu 9.043 avgreiddar umvegis telefon orsakað av koronusmittuvandanum.
Stívliga 5.000 – ella trý prosent – av viðtalunum vóru hjá fólki við bústaði uttanlands.
Sandoyggin flest viðtalur pr íbúgva
Í miðal vóru 3,4 viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva í landinum. Tá útlendingar eru taldir við, er talið tó 3,5. Í 2019 var hetta talið 3,1.
Talið á viðtalum fyri hvønn íbúgva hevur verið áleið tað sama í øllum høvuðsøkjum í landinum.
Í Suðurstreymi, Suðuroy, Norðstreymi og Eysturoy hevur talið verið millum 3,1 og 3,4, í Norðoyggjum og Vágum hevur talið verið 3,7.
Men í Sandoyarøkinum var talið nakað hægri. Har vóru 7,4 viðtalur fyri hvønn íbúgva.
Konufólk vitjaðu kommunulæknan oftari
Sambært tølunum hjá Hagstovuni sæst eisini, at konufólk vitjaðu kommunulæknar oftari enn mannfólk. Konufólk áttu heili 56 prosent av viðtalunum í 2021, meðan mannfólkini áttu hini 44.
Heilt nágreiniliga taldu viðtalurnar hjá konufólki 105.006, meðan viðtalurnar hjá mannfólki taldu 80.695.
Tann aldursbólkurin, sum hevði flest viðtalur, vóru tey millum 70 og 74 ár. Síðani var tað aldursbólkarnir 55-59 ár, og 60-64 ár.
Uppgerðin hjá Hagstovuni fevnir ikki um fyribyrgjandi ella sonevndar profylaktiskar viðgerðir, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2022
Eftir at inflasjónin í eitt áratíggju hevur verið heilt lág og eisini negativ, hækkar inflasjónin nú aftur. Brúkaraprístalið, sum er eitt mát fyri inflasjónina, er vaksið við 4,4 prosentum frá fyrsta ársfjórðingi 2021 til fyrsta ársfjórðingin 2022
Myndin niðanfyri vísir at brúkaraprístalið, ið er eitt mát fyri inflasjónina, er vaksið við 4,4 prosentum frá fyrsta ársfjórðingi 2021 til fyrsta ársfjórðingin 2022. Eisini sæst í myndini, at inflasjónin hevur verið hækkandi tað seinasta árið.
Tað er ikki einans í Føroyum at inflasjónin nú aftur ger um seg, men í øllum heiminum. Serliga eru prísirnir á orku (olju og gass) hækkaðir nógv, men eisini matvørur, klæðir og samskifti er vorðið dýrari.
Hækkandi prísir (inflasjón) merkir, at borgarin fær minni fyri sína løn, sum aftur ger at vinnan kann koma at merkja ein lækkandi eftirspurning eftir vørum og tænastum. Hetta kann viðvirka til at tálma búskapin, men føroyski búskapurin var frammanundan væl fyri, og flestu føroysku húsarhaldini hava eitt gott fíggjarligt mótstøðuføri til at møta hesum stoyti.
Givið er, at økta prísstøðið rakar øll, men harðast hjá teimum húsarhaldum, ið hava lágar inntøkur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2022
Tað vísir nýggj vísindalig metaanalysu-yvirlitsgrein, sum Fróðskaparsetur Føroya er partur av. Magni Mohr hevur saman við granskarum úr fýra øðrum londum úttigvið greinina í amerikanska tíðarritinum Circulation: Cardiovascular Quality and Outcomes.
- Vit hava leingi vitað, at fleiri av stóru hjartasjúkunum, sum eru tær, sum flest fólk doyggja av í heiminum, hava tætt samband við kropsligt óvirkni og yvirvekt. Vit vita eisini, at grundirnar eru samansettar og fleirtáttaðar sum t.d. ov nógv kropsfeitt, ov høgt blóðtrýst, ov nógv kolesterol og feitt í blóðinum, niðursett tamarhald av blóðsukrinum og vánalig kropslig venjingarstøða. Metaanalysan er tann sterkasta vísindaliga próvførslan, sum er, og vit vísa í okkara kanning greitt, at fólk við ov nógvum kropsfeitti eiga at gera samansetta venjing, har bæði styrkis- og treystisvenjing verða samantvinnað (tvs. gjørdar saman, sum t.d. eina ferð um vikuna styrkisvenjing og tvær ferð treystisvenjing ella øvut, sum m.a. kann gerast á venjingarmiðstøðum, ella gera tað, vit kalla “hybridvenjing”, sum er tann venjing bóltspølini og ketjaraspølini í sjálvum sær eru,
Hetta sigur Magni Mohr, professari á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya, sum saman við øðrum hevur útgivið eina størri metanalysugrein, sum byggir á netverkshagfrøði í amerikanska tíðarritinum Circulation: Cardiovascular Quality and Outcomes.
Greinin, sum ber heitið “Comparative Efficacy of 5 Exercise Types on Cardiometabolic Health in Overweight and Obese Adults: A Systematic Review and Network MetaAnalysis of 81 Randomized Controlled Trials”, er skrivað saman við fleiri av fremstu granskarunum úr Grikkalandi, Englandi, USA og Danmark.
Greinin er ein sokallað netverks-metaanalysa-yvirlitsgrein, sum greinar altjóða vísindaligu útgávurnar fyri at finna fram tær sterku kanningar av, hvussu ymisk sløg av kropsligari venjing ávirka ymiskar tættir, sum annars hava við sær stóru fólkasjúkurnar hjá teimum við ov nógvum kropsfeitti.
Funnar vórðu 81 vísindaligar greinar, sum luku strongu krøvini fyri vísindaliga dygd og granskingarháttalag. Síðani varð netverks- og metaanalysuhagfrøði nýtt fyri at greina, hvat slag av venjing er munadyggast, tá tað snýr seg um váðar fyri stóru hjartasjúkunum, og hvussu hesir váðar eru samantvinnaðir.
Víst varð, at fleirtáttað venjing (venjing, har bæði treystis- og styrkisvenjing verða gjørd) og sokallað hybridvenjing (samantvinnað venjing, sum vit kenna frá bóltspølunum) var munadyggari enn treystis-, styrkis- og intervalvenjing einsamøll, tá hugt varð eftir størstu váðunum fyri stór fólkasjúkunum.
Intervalvenjing vísir seg eisini at vera góð fyri at betra nakrar tættir, meðan minst munadygg var treystisvenjing og styrkisvenjing, tá tær hesar standa einsamallar.
- Sundhedsstyrlsen viðurkennir í eini frágreiðing frá 2018, at 31 kroniskar sjúkur eiga partvíst at viðgerast við kropsligari venjing, men í praksis eru vit tíverri ikki komin har enn, hóast vit í stóran mun hava amboðini og vitanina. Okkara nýggja grein veitir sterka próvførslu fyri, hvørji sløg av kropsligari venjing eru best í mun til mest týðandi váðarnar fyri stóru fólkasjúkunum. Tí eru hesi úrslitini týðandi, tá tað ræður um fyribyrging av t.d. hjartasjúkum og typu 2-diabetes, men kanningin veitir eisini nýggja vitan um, hvørjir sløg av kropsligari venjing hóska seg best til ávísar sjúklingabólkar, sigur Magni Mohr.
Fróðskaparsetur Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2022
Nú fer Búnaðarstovan at lýsa eftir umsóknum uppá verkætlanir, sum kunnu skapa menning og framburð á landbúnaðarøkinum
Nú fer at verða lýst eftir verkætlanum, sum kunnu skapa menning og framburð á landbúnaðarøkinum.
Í fíggjarlógini fyri 2022 er ein millión játtað til menningarætlanir.
- Landsstýrið hevur sett sær fyri at slóða fyri menning á landbúnaðarøkinum, og tí er av álvara neyðugt við nýggjum tankum og djørvum verkætlanum. Vit kunnu betra skipanirnar, sum skulu vaksa um verandi framleiðslu, men vit mugu fyrst og fremst eggja til nýskapan í landbúnaðinum, og vit eru sera spent at síggja, hvørjar verkætlanir farið verður undir sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.
Í reglugerðini fyri játtanini stendur m.a., at verkætlanirnar, sum verða stuðlaðar av nýggju játtanina til framburð og menning á landbúnaðarøkinum, skulu fremjast í samstarvi við Búnaðarstovuna. Hon skal tryggja at úrslitini gerast atkomilig hjá almenninginum og tøk hjá øðrum at brúka. Játtanin kann eitt nú verða nýtt til kanningar, skjalfesting og til praktiskar royndir.
Umhvørvis- og Vinnumálaráðið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2022
Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 442 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 53 milliónir krónur.
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fyrsta ársfjórðing 2022 var 418 milliónir krónur. Samlaða tøkan av laksi var 21.400 tons, harav 17.500 tons vórðu tikin í Føroyum og 4.000 tons í Skotlandi.
Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 442 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 53 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarhall á 29 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 86 milliónir krónur.
Úrslitið eftir skatt fyri fyrsta ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 405 milliónir krónur í mun 408 milliónir krónur sama ársfjórðing árið fyri.
Nøgd við úrslitið
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
- Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitið frá føroyska virksemi okkara. Lúsatølini hava verið lág og fellið lágt í fyrsta ársfjórðingi. Mongdirnar økjast alsamt komandi árini og fyri at røkka teimu 100.000 tonsunum av laksi, ið vit ætla at taka í Føroyum í 2026, so er tørvur á størri og fleiri smoltstøðum á landi. Í løtuni útbyggja vit smoltstøðirnar á Glyvradali og Norðtoftum, og gongur hetta arbeiði eftir ætlan.
- Í Skotlandi gongur rættan veg við teim átøkum, sum eru sett í verk. Seinna hálvár í fjør var sera trupult. Gongdin batnaði móti ársenda og er batnað enn meir í fyrsta ársfjórðingi 2022. Í mars høvdu vit einki óvanligt felli og skotski aligeirin hevði aftur yvirskot.
- Í mars fingu vit eitt nýtt skip í Skotlandi, ið hevur stóra orku til feskvatnsviðgerð. Hetta er ein týðandi liður í at minka um lívfrøðiliga váðan í skotsku alingini. Útbyggingin av smoltstøðini á Applecross gongur eftir ætlan – seint í ár verður fjórða byggistig liðugt og fer at gera okkum før fyri at framleiða munandi størri smolt við nógv betur góðsku, enn vit kunnu í dag.
Óvanliga høgur prísur
- Órógv í alheims veitingarketum hevur styrkt tørvin á lokalum veitingum. Bakkafrost hevur eina sterka støðu við sterkum lokalum veitarakervi, eftirsum umleið tveir triðingar av innkeypinum er frá lokalum veitarum, og Bakkafrost harumframt hevur góða atgongd til lokalar rávørur til fóðurframleiðslu.
- Laksaprísurin hevur verið óvanliga høgur í higartil í ár og hóast teir fella nakað, vænta vit lutfalsliga høgar prísir restina av árinum, tí eingin vøkstur er í útboðnum av laksi fyri árið samanlagt.
Tóku 21.400 tons
Samlaða tøkan í fyrsta ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 21.400 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 17.500 tons tikin í Føroyum í mun til 14.000 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 4.000 tons í kruvdari vekt tikin í mun til 7.000 tons sama ársfjórðing í fjør.
Tilsamans vórðu 4,2 milliónir smolt sett út í fyrsta ársfjórðingi, í mun til 4,0 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 2,0 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 2,3 milliónir smolt í Skotlandi.
Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 442,0 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2022, í mun til 218,3 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 471,4 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2022, samanborið við 143,3 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør. Laksaprísirnir vóru hægri í fyrsta ársfjórðingi, samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør.
Rakstrarhall í Skotlandi
Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 52,6 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2022, í mun til eitt rakstrarhall á 7,3 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør.
Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 29,4 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2022, í mun til eitt rakstrarúrslit á 75,0 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fyrsta ársfjórðingi 2022 var 86,4 milliónir krónur, samanborið við 48,3 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.192 milliónir krónur við endan á fyrsta ársfjórðingi 2022, í mun til 2.126 milliónir krónur við ársenda 2021. Bakkafrost hevði 2.999 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fyrsta ársfjórðingi 2022.
Á ársaðalfundinum fríggjadagin 29. apríl 2022, varð samtykt, at 5,14 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 304 milliónir krónur, ið verða goldnar partaeigarunum um 20. mai.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2022
Talan verður um nýbygningar nummar 63 og 64 hjá KJ og um tvíkiljur nummar 34 og 35 til Bakkafrost
Mánadagin skrivaðu KJ og Bakkafrost undir sáttmála uppá nýbygging av tveimum tvíkiljum.
Hetta eru tvíkiljur nummar 34 og 35, sum Bakkafrost letur byggja hjá KJ, sum hevur heimstað á Kambsdali.
Ein teirra verður 20 metrar long og níggju metrar breið, meðan hin verður 16 metrar long og átta metrar breið.
Tvíkiljurnar verða sera væl útgjørdar við Palfinger kranum, Iveco motorum og ljósmotorum. Báðar tvíkiljurnar hava alla nútímans nautiska útgerð.
Størra tvíkiljan hevur tveir kranar: ein 90 tons/metur og ein 33 tons/metur. Eisini hevur hon tveir ljósmotorar og tvær síðuskrúvur.
Minna tvíkiljan hevur ein 65 tons/metur krana. Báðar tvíkiljurnar hava 20 tons spøl á dekkinum, og væl útgjørdar við deksútgerð annars.
- Vit fegnast um at Bakkafrost enn einaferð velur KJ sum veitara. Hetta eru nýbygningar nummar 63 og 64 í røðini, ið KJ letur byggja, sigur Viggo Johannesen, sølustjóri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2022
97 ára gamli pápin var við til at geva soninum gott í beinið á sinni og sum nú kundi halda meira enn 40 ára starvsdag hjá Pf. Poul Michelsen
- Møt til tíðina - lat ikki arbeiðið liggja og bíða og ver reiðiligur. Hetta varð boðskapurin ella ABCið, sum pápi lærdi meg, tá eg skuldi út í arbeiðslívið fyri fyrstu ferð og byrjaði hjá Poul Michelsen einans 17 ára gamal í 1979 segði Gunnar Mohr, stjóri í heilsølufyritøkuni PM, tá hann farna fríggjadag kundi hátíðarhalda sín 40 ára starvsdag í eini av teimum stóru fyritøkunum í høvuðstaðnum.
Og við sína lið hevði hann júst pápa sín, 97 ára gamla Hera Mohr, sum øll hesi mongu ár hevur verið ein partur av býarmyndini í Havn.
Gunnar Mohr, stjóri, Poula Michelsen, nevndarforkvinna og Poul Michelsen, fyrrverandi stjóri (Mynd Jan Müller)
Fitt av fólki, bæði kundar, starvsfólk, vinfólk og kenningar, høvdu leitað sær niðan á Hoyvíksveg 74 at vera partur av løtuni, tá hesin kendi havnarmaðurin, eitt nú frá HB tíðini, kundi fegnast um heili 42 góð arbeiðsár hjá Poul Michelsen.
Ætlanin var at halda dagin fyri tveimum árum síðani, men korona forðaði fyri hesum. So nú skuldi tað vera.
Hetta var ein rørandi løtu, nú skjótt 100 ára gamli faðirin kundi vera millum gestirnar og eisini hevði nøkur góð orð á vegnum. Vit geva Hera orðið:
- Gunnar fekk realprógv og mól i bynum og gjørdi einki til nyttu. Eg kendi væl eldra beiggja Poul Michelsen, og so hugsaði eg ein dagin, um eg ikki skuldi fara at tosa við hin beiggjan, Poul sjálvan. Og tað bar so á, at eg fekk orð á Poul í Havnar Klubba, og orðini okkara millum fullu nakað soleiðis: -Eg havi ein drong har heima, sum júst er liðugur við skúlan, hevur tú ikki eitt gólv hann kann feiða. Hevur tú ikki brúk fyri einum røskum ungum manni. Og Poul var skjótur at svara: - Send hann niðan, so eg kann síggja hann. Og har er hann Gud hjálpi meg enn segði Heri og legði aftrat: - Og tað er eitt ótrúligt arbeiði, sum er komið til sjóndar, ikki minst millum tykkum báðar Gunnar og Poul. Tað hava tit klárað til UG og nógv meira enn tað.
Poul Michelsen mintist eisini væl hesa løtuna í Havnar Klubba fyri nú 42 árum síðani og helt fyri, at hetta man hetta hava verið tann besta ølin hann nakrantíð hevði fingið.
Gott stjóralag - Gunnar og Poul (Mynd Jan Müller)
Gunnar sjálvur hevði alt gott at bera sínum arbeiðsplássi, sínum starvsfeløgum og ikki minst sínum gamla stjóra. Men hevði fyrst hesi orðini til pápa sín: - Tað var ikki minst tú, sum formaði meg sum persón eins og tú legði stóran dent á meg sum menniskjað, og eg havi ongantíð gloymt tíni góðu ráð, sum tú nevnir fyri ABCið í arbeiðslívinum: Møt altíð til tíðina. Lat ikki arbeiðið liggja og bíða og arbeið skjótt og ver reiðiligur, so gongur tað nokk.
Sólrun, sum tók við sum stjóri, tá maðurin Poul gjørdist borgarstjóri í Tórshavnar kommunu her saman við Gunnari og dóttrini Elin (Mynd Jan Müller)
Og Gunnar helt eisini, at hetta passaði eisini gott til tíðina hjá Poul. So teir báðir hava ikki verið so ólíkir.
Gunnar helt fyri, at øll hesi 40 árini hava verið sera spennandi, nú virkið alla tíðina hevur verið í stórari menning, og hann sjálvur er sloppin at vera partur av nærum øllum skipanunum í húsinum. Hesi hepnu gongd kunnu vit eisini takka teimum fýra leiðarum, Kurt, Gert, Villy og Claus, sum komu úr Danmark til Føroya at leggja okkum lag á. Teir eins og øll hini starvsfólkini hava havt alstóran týdning fyri fyritøkuna.
Gunnar saman við abbadóttrini, dóttrini og versoninum (Mynd Jan Müller)
Nógvar broytingar eru hendar í fyritøkuni øll árini. Tá Gunnar byrjaði har vóru tey 11. Í dag eru tey umleið 180. Tá Poul tók við sum borgarstjóri í Havn í 1981, tók konan Sólrun við sum stjóri og sat til 2008.
Gunnar gjørdist hjástjóri í 2004 og stjóri fyri allari fyritøkuni fyri seks árum síðani. Og tað hevur ikki gingið minni gott síðani tá. Fyritøkan veksur og útbyggingar standa fyri framman.
FK veteranar vælmøttir til móttøkuna hjá Gunnari her saman við Poul Michelsen (Mynd Jan Müller)
Poul Michelsen hevði eisini nøkur góð orð at bera Gunnari:
- Maðurin er 58 ára gamal og hevur verið her í meira enn 40 ár. Hann sær so gott út, at man kundi spurt, um hann als ikki hevur slitið í tí.
- Vit hava roynt at hava lágar gáttir og ikki býta fólk upp í klassar, og tað eigur Gunnar stóran part av æruni av. Tað, sum m.a. eyðkennir Gunnar, er hansara stóra útstráling, góða kontakt til kundar, starvsfólk og innkeyparar uttanlands.
- Tú hevur ein máta at vera uppá, sum eggjar og gevur íblástur til øll. 40 ár borgar fyri nøkrum. Tað merkir i roynd og veru, at fólk trívast og hava tað gott her helt Poul fyri og vísti á, hvussu tíðirnar eru broyttar. Tá Gunnar byrjaði vóru meira enn 200 handlar kring landið, og tá hevði persónliga sambandið stóran týdning. Ì dag eru trý samtøk, sum kappast um kundarnar. Støðið er betri, og úrvalið tað sama sum uttanlands, og tað er einki minni enn eitt bragd. Ein stór broyting hendi, tá partar av søluni vóru liberaliseraðir og hevur tað havt við sær, at vit hava fingið eitt meira opið og alment samfelag, sum líkist tí uttanlands og sum hevur gjørt, at fleiri fólk vilja flyta heimaftur.
Høgni Hansen frá kappingarneytanum, Pf. Poul Hansen, millum tey fyrstu at ynskja Gunnari tillukku (Mynd: Jan Müller)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2022
Heilsølan Poul Hansen latið upp handil serliga ætlað til kokkar og matstovuleiðarar
Pf. Poul Hansen lat hósdagin nýggjan handil til catering-vinnuna. Navnið á handlinum er gastro!, sum verður í bygninginum á Heykavegi 4 á Hálsi í Havn.
Talan er um bygningin, sum Havnar Timburhandil lat byggja í síni tíð, og sum nú er yvirtikin av Pf. Poul Hansen.
Nýggja bryggjaríið OY heldur til í øðrum endanum av bygninginum, sum nú eisini fer at húsa Føroya fyrsta handli til catering-vinnuna.
Poul Hansen gastro er til føroyskar kokkar og matstovuleiðarar. Eitt heildarkonsept, sum ger tað lætt fyri øll, sum servera mat – á hotelli, matstovu, kantinu ella umborð á skipi – at skaffa sær sínar rávørur, skrivar Poul Hansen í tíðindaskrivi.
- Her verður møguligt at síggja, lukta, nema og kanska nippa til ymsu rávørurnar. Her fáa teir gastronomisku sansirnir frítt spæl. Vit leggja ikki bara dent á rávøruna, men eisini vitanina. Tí hava vit serfrøðingar, sum ráðgeva og vegleiða. Sostatt er hetta staðið, har øll frá pitsusyftarum til feinschmeckarar koma at lata seg inspirera.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2022
- Tað hevur gingið væl við fiskiskapinum eftir svartkjafti, og nú eru vit lidnir við kvotuna. Vit fiskaðu nakað av kvotuni fyrst í árinum og hava fiskað restina nú, siga stýrimenninir á Finni Fríða
Í vikuni landaði Finnur Fríði umleið 800 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði, sum teir fingu í tveimum hálum.
- Tað hevur gingið væl við fiskiskapinum eftir svartkjafti, og nú eru vit lidnir við kvotuna. Vit fiskaðu nakað av kvotuni fyrst í árinum og hava fiskað restina nú.
Tað siga stýrimennirnir, Sámal Petur Petersen og Benjamin Hansen.
- Nærum øll kvotan er farin til matna, og er landað til Varðan Pelagic á Tvøroyri. Tað er hugaligt at fiskurin fer til matnað og so hevur prísurin eisini verið betri enn til ídnað. Henda lastin er smáur fiskur og tí verður hon landað til ídnað her í Fuglafirði, siga teir.
- Vit vita ikki rættiliga hvat verður á skránni komandi túr. Tosað hevur verið um at fari at leita eftir makreli, men nú fáa vit at síggja, siga Sámal Petur og Benjamin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2022
Nýggi verksmiðjutrolarin hjá Pf. Havborg, sum er systurfelag hjá Pf. Ennibergi, fer at bera navnið Emerald. Nýbygningurin fór av bakkastokki á Tersan Shipyard í Turkalandi í vikuni og kemur til Føroya seinni í ár
Emerald er enska heitið á gimsteininum, sum vit nevna smaragdur, og nú fer nýggi verksmiðjutrolarin hjá Pf. Havborg eisini at bera hetta navnið, sum í sínum týdningi m.a. verður sett í samband við endurføðing, eydnu og frið.
Nýbygningurin er ikki doyptur enn, men fór av bakkastokki á Tersan Shipyard í Turkalandi týsdagin. Seinni í ár kemur hesin nýggi og stásiligi verksmiðjutrolarin til Føroya. Pf. Havborg er systurfelag hjá Pf. Ennibergi, og ætlanin er at halda fram við fiskiskapi bæði við Ennibergi og nýggja trolaranum, sum í fyrstu atløgu fer til rækjufiskiskap.
Emerald hevur eina frystilast á 2.250 rúmmetrar. Tað svarar til umleið 1.000 tons av frystum fiski. Skipið er 87,5 metrar til longdar og 18 metrar breitt. Pláss er fyri 40 monnum umborð, men alt veldst um, hvat slag av fiskiskapi, talan verður um – t.d. telur manningin 18 á rækjuveiði og 34 til toskafiskiskap.
Emerald er tøkniliga útgjørdur til at kunna toga við trimum trolum í senn. Verksmiðjan hevur framkomna útgerð, sum bæði kann viðgera rækjur, fisk og mjøl. Stórur dentur er eisini lagdur á skynsama orkunýtslu fyri at minka sum mest um útlátið.
Skipsteknisk AS í Noreg hevur teknað og projekterað verksmiðjutrolaran í tøttum samstarvi við reiðaríið, soleiðis at nýggi trolarin er serútgjørdur við serligum atliti at munadyggum og tryggum arbeiðsgongdum í øllum liðum umborð.
Emerald kostar umleið 400 milliónir krónur at byggja.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2022
Hav Brim varð skrásett í føroysku skipaskrásetingina í vikuni
Nýggjasta skipið hjá farmaskipafelagnum Navigare Shipping í Søldarfirði, Hav Brim, varð mánadagin skrásett í føroysku altjóða skipaskrásetingini, FAS.
Hav Brim er 14. skipið hjá Navigare Shipping í FAS. Skipið er 2.998 bruttotons. Knappar 85 metrar langt, 14,4 metrar breitt og er bygt í Spania í 2008.
Navigare Shipping boðaði í mars mánaði frá, at felagið hevur keypt tvey skip av sama slag frá Arklow Shipping í Írlandi. Tey skuldu til Polands at gera nakrar umbyggingar, áðrenn tær komu í føroyska flotan.
Nú er Hav Brim so skrásett í Føroyum. Hitt skipið er ikki komið í føroysku skipaskrásetingina enn. Tað fær navnið Hav Sund.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2022
Tórshavnar býráð samtykti hósdagin við aðru viðgerð at játta 24,4 milliónir krónur til innkomuvegin til Havnar
Á eyka býráðsfundi hóasdagin samtykti Tórshavnar Býráð einmælt við aðru viðgerð at játta góðar 24,4 milliónir krónur til arbeiðið at gera innkomuvegin til Havnar.
Við aðru viðgerð vórðu neyðugar tillagingar gjørdar, soleiðis at endalig avtala kann fáast í lag við festaran, og tí, at hædd ikki varð tikin fyri útreiðslunum av at burturbeina avlopsgrevstur í upprunaliga uppskotinum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Arbeiðið fer í gongd í komandi viku, tá seinastu avtalurnar eru undirskrivaðar ímillum kommununa og byggifelagið Articon, og ímillum festaran og kommununa
Í fyrstu syftu verður ein arbeiðsvegur gjørdur, sum skal verða liðugur í heyst. Samlaða verkætlanin verður eftir ætlan boðin út í juli í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2022
Baldursbrá er nýggjasti barnagarðurin í Klaksvíkar kommunu. Fyrstu stovurnar tiknar í nýtslu í heyst, og fyri stuttum varð uttanumøkið eisini endaliga gjørt liðugt
Mikudagin varð nýggi barnagarðurin í Klaksvíkar kommunu, Baldursbrá, alment tikin í nýtslu.
Talan er um dagstovn úti á Norðoyri. Har vórðu fyrstu stovurnar tiknar í nýtslu í heyst, og herfyri varð uttanumøkið eisini endaliga gjørt liðugt.
Fitt av fólki var komið saman til hátíðarhaldið, og á skránni var hoppiborg, kaffi, smákøkur, pylsur og sunkist til børnini. Harafturat framførdi Steintór Rasmussen nøkur løg og Eyðstein Poulsen, formaður fyri Børn og Ung, førdi fram røðu.
Bygningurin er líkur nýggjasta partinum av Fjallafípuni, sum Norðhús somuleiðis var við at byggja. Eitt sum er sermerkt við nýggja stovninum, er stóra og innbjóðandi spæliplássið, har kommunan millum annað hevur endurnýtt flísar, sum eru tiknir upp av økinum við Biskuptorg.
Somuleiðis er spæliplássið grønt við nógvum trøðum, runnum og grillsmáttu. Tað er fyritøkan Varkurt, sum hevur staðið fyri stórum parti av uttandura arbeiðinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2022
Bjørn Sjúrður Patursson liðugur við útbúgvingina
Týsdagin 10. mai varð móttøka í hangarinum hjá Atlantic Airways í sambandi við at Bjørn Sjúrður Patursson hevur lokið útbúgving sum flogteknikari.
Bjørn Sjúrður byrjaði tann 7. august 2017, og varð liðugur tann 8. apríl 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2022
Hundrað útlendingar úr 35 ymiskum londum umframt 40 føroyingar løgdu sína arbeiðsmegi í tiltakið í ár
Hetta er fjórðu ferð Visit Faroe Islands, kunningarstovur og kommunur hava skipað fyri átakinum “Closed For maintenance.” Hesaferð vóru tað 140 sjálvboðin, 40 føroysk og 100 útlendsk frá 35 ymiskum londum sum luttóku.
Talan var um 11 ymiskar verkætlanir kring landið: Skarð, Norðagøta, Kambsdalur, Oyndarfjørður, Rituvík, Fossá, Nólsoy, Norðadalur, Vágar, Sandoy og Suðuroy.
Kunningarstovur og kommunur hava fyriskipað hvør sína verkætlan við góðari hjálp, vistveiting og gisting frá teimum lokalu. Til samans hava um 200 fólk verið til arbeiðis í síðstu viku.
Verkætlanirnar snúðu seg um at umvæla og uppmerkja gonguleiðir úti í haga, at laða varðar, gera útsýnisstøð, at skelta v.m. Yvirskipaða endamálið við øllum verkætlanum er at gera farleiðirnar tryggari og betri at ganga eftir, og á tann hátt virka fyri eini væl skipaðari ferðavinnu kring landið.
- Aftur hesaferð er tað ein fragd at síggja, hvussu nógv kann koma burturúr uppá bara tveir arbeiðsdagar, tá arbeiði er lagt væl til rættis og tá fúsar hendur eru til taks at fremja arbeiði í verki. Tað eiga lokalu fyriskipararnir allan heiður fyri.” Sigur Jóhan Pauli Helgason, leiðari á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands.
- Closed for Maintenance er vorðið ein afturvendandi snúðningsdepil í arbeiðinum at skipa ferðavinnuna í Føroyum betri. Ábøtur úti í náttúruni kunnu gera stóran mun og átakið er vorðið eitt upplagt høvi, at fáa slíkar ábøtur gjørdar. Umframt ítøkiligu ágóðarnar fyri okkara náttúru, so er átakið eitt fantastiskt sosialt tiltak, ið knýtir tøtt bond millum føroyingar og fólk úr øllum heimi.
Closed For Maintenance verður aftur um somu tíð komandi ár.
Tíðindaskriv frá Visit Faroe Islands
Herundir eru myndir frá arbeiðunum í Elduvíkslíð, á bygdagøtuni millum Norðragøtu og Leirvík, millum Norðradal og Tórshavn og við Fossá. Myndatakarar: Klara Johansen, Bárður Eklund:
Fossá
Norðagøta-Leirvík
Elduvíkslíð
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2022
56 ára gamli Jóanis Erik Køtlum byrjar í starvinum 1. juni
Fuglafjarðar býráð hevur tikið avgerð um at seta Jóanis Erik Køtlum í starvið sum kommunustjóri í Fuglafjarðar kommunu. Tað boðar kommunan frá í tíðindaskrivi.
Jóanis Erik Køtlum er 56 ára gamal og útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir frá ymiskum størvum í føroyska og grønlendska heilsuverkinum. Millum annað hevur hann verið sjúkrahússtjóri og heilsuverksstjóri.
Jóanis Erik Køtlum byrjar í starvinum sum kommunustjóri 1. juni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2022
Nevndin í Føroya Lærarafelag hevur skipað seg eftir aðalfundin fyri góðari viku síðani. Nógv er at tríva í og nevndin er spent at fara til verka
Fyri góðari viku síðan var aðalfundur í Føroya Lærarafelag. Nevndarval var á skránni, har fimm valevni bjóðaðu seg fram til tveir nevndarsessir.
Fyri vali stóðu Tórhallur við Gil, ið varð afturvaldur og Andrea á Rípuni, sum hevur sitið í nevndini í fleiri skeið, seinastu trý árini sum næstforkvinna, ið ikki stillaði uppaftur. Fyri hana varð Eyðbjartur Sólheyg Skaalum valdur.
Nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:
Jacob Eli S. Olsen er formaður, Tórhallur við Gil er næstformaður, Jona Højsted er kassameistari, Bergur Samuelsen er skrivari, og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum er nevndarlimur.
Á fyrsta fundinum orðaði nevndin uppskot til evni at arbeiða við komandi nevndarárið, tá m.a. sáttmálasamráðingar standa fyri framman. Nógv er at tríva í og nevndin er spent at fara til verka.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2022
Í 2017 gjørdist sosialdemokraturin yngsti borgarstjórin í Danmark nakrantíð. Hon er framvegis borgarstjóri í Holbæk, og verður saman við Mary Antonsdóttir, forkvinnu í Heilsuhjálparafelagnum, gestarøðari í Hovi komandi vikuskifti
Leygardagin 21. mai verður landsfundur hjá Javnaðarflokkinum. Í ár verður hann í Suðuroynni.
Byrjað verður við morgunmati í Miðnámsskúlanum í Hovi klokkan níggju, og klokkan tíggju verður landsfundurin settur.
Aksel V. Johannesen skal sum vant halda formansrøðu, og síðani vera tveir gestarøðarar eisini. Talan er um Mary Antonsdóttir, forkvinnu í Heilsuhjálparafelagnum, og Christinu Krzyrosiak Hansen.
Um gestin úr Danmark skrivar Javnaðarflokkurin, at hon í 2017, sum 25 ára gomul, gjørdist yngsti borgarstjóri í Danmark nakrantíð. Á kommunuvalinum í 2021 í fjør varð Christina Krzyrosiak Hansen endurvald við heili 46 prosent av atkvøðunum í Holbæk, ið er met har, og spátt verður, at Christina Krzyrosiak Hansen hevur eina bjarta framtíð í bæði kommunu- og landspolitikki í Danmark.
Á landsfundinum í Hovi verður eisini politiskt orðaskifti - og skrá sambært lógum floksins - og endað verður við veitslu og dansi í samkomuhúsinum í Sumba um kvøldið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2022
Havnarborgarar, fólk úr øllum landinum og eisini ferðafólk høvdu leygardagin høvi til at smakka alskyns fisk og aðrar vørur á sera forkunnuga tiltakinum “Ein dagur á grynnuni” - einki minni enn eitt plettskot
Tú skal leita leingi at finna so mong glað og smílandi andlit sum leygardagin, tá skilafólk skipaðu fyri tiltakinum “Ein dagur á grynnuni” í Tórsgøtu og Vágsbotni í Havn.
Hundraðtals foreldur við børnum og ommu- og abbabørnum høvdu leitað sær í miðbýin henda óvanliga sólskinsdag. Fyri mongu fyrireikararnar mundi hetta eisini koma ómetaliga væl við, nú veðrið ikki hevur verið nakað serligt leingi. Góða veðrið gjørdi sítt til at gera løtuna so væleydnaða.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2022
Útgávan “1902” við Kata er føroyska uppskotið til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
Unn Patursson, sum hevur lagt tónleikin á útgávuni “1902” hjá sangbólkinum Kata til rættis, er tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.
Talan er somu virðisløn, sum Eivør Pálsdóttir vann í fjør. Tónleikavirðislønin verður á øðrum hvørjum ári latin einum listafólki og annað hvørt ár til eitt tónleikaverk.
Tilsamans 12 tilnevningar eru.
Grundgevingin fyri at tilnevna “1902” hjá Kata ljóðar nakað soleiðis:
“Við útgávuni “1902” hevur tónasmiðurin Unn Paturson megnað at endurtulkað tann siðbundna føroyska tónleikin á ein hátt, sum bæði er spennandi og fangandi fyri modernaða lurtaran. Uppruna føroysku løgini eru løgd til rættis fyri kvinnuliga sangkvintett (Kata), sum Unn Patursson eisini er við í. Hóast Kata-samstarvið upprunaliga spratt úr bergtøkuni hjá kvinnunum av bulgarskum fólkatónleiki, eru ikki so nógvur av upprunaliga íblástrinum við í nýggju útgávuni. Heitið á útgávuni sipar til árið, tá siðbundin føroyskur tónleikur varð tikin upp á fonograf á fyrsta sinni. Tey flestu løgini eru sera gomul – nøkur av teimum úr miðøld. Lýrisku og spirituellu dygdirnar styrkast við einum varðligum brúki av elektronikki, slagverki og øðrum ljóðførum, og úrslitið er eitt hugtakandi musikalskt úttrykk, ið virkar bæði modernað og elligamalt um eina leið”.
Kata (Savnsmynd)
Hini tilnevndu til tónleikavirðislønina eru:
Danmark:
“enTmenschT”, eitt verk fyri kvinnukór eftir Line Tjørnehøj og elektroniska EP-útgávan “Whyt 30” eftir Søs Gunver Ryberg.
Finnland:
Operan “Alma!” eftir Minna Leinonen og útgávan “Uni johon herään” ("Dreymurin eg vanki upp til") eftir Yona
Grønland:
Útgávan “Visual Happiness” eftir Andachan
Ísland:
Verkið “Víddir” fyri 9 floytur eftir Báru Gísladóttir og útgávan “Mother Melancholica” eftir Sóley Stefánsdóttir
Útgávan “The Exotica Album” eftir Øyvind Torvund og verkið “Hybrid Spetakkel” fyri sello, orkestur og elektronikk eftir Knut Vaage
Svøríki:
Útgávan “Diversity” eftir Ebo Krdum og verkið “Silent Earth” fyri kór og orkestur eftir Karin Rehnqvist
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2022
Endamálið við politikkinum er at tryggja dygdargott mál á øllum miðlapallum, og at økja um málsliga tilvitið hjá starvsfólkum. Tað er ein arbeiðsbólkur, ið varð samansettur í fjør, sum hevur orðað málpolitikkin
Í heyst fór Kringvarp Føroya undir at orða ein málpolitikk fyri stovnin, soleiðis at stovnurin lýkur síni lógarásettu, málsligu krøv. Sum einasti miðil av sínum slagi framleiðir Kringvarpið tilfar á føroyskum, og tí er málið eitt av størstu ábyrgdarøkjunum hjá stovninum, og eigur stovnurin at ganga á odda, bæði tá ið tað kemur til at varðveita og at endurnýggja málið.
Endamálið við málpolitikkinum er at tryggja dygdargott mál á øllum miðlapallum, at javnseta málið við onnur fak í Kringvarpinum og at økja um málsliga tilvitið hjá starvsfólkunum.
Arbeiðsbólkur gjørt politikkin
Í oktober 2021 varð ein arbeiðsbólkur settur at snikka saman málpolitikk fyri stovnin. Í arbeiðsbólkinum vóru Óluva Klettskarð, umboð fyri Føroyamál, Sólva Jónsdóttir, umboð fyri Nám, Ragnar Sigrunarson, umboð fyri Málstovuna, Jón Brian Hvidtfeldt, umboð fyri Felagið Føroysk Miðlafólk, og Solby Christiansdóttir, umboð fyri Kringvarpið.
Arbeiðsbólkurin hittist umleið eina ferð um mánaðin og skrivaði politikkin í felag. Síðani var politikkurin sendur starvsfólkunum í Kringvarpinum til hoyringar og at enda lagdur fyri kringvarpsstýrið í mai í ár.
Málpolitikkurin er skipaður við yvirskipaðum reglum fyri tilfar á øllum miðlapallum hjá KVF, reglum um tekst, teksting og týðing, og síðani eru leiðreglur og tilmæli.
Málpolitikkurin er ætlaður sum grundskjal, og tí skulu serskild undirskjøl gerast fyri at útgreina, hvussu málpolitikkurin skal fremjast í verki. Hetta arbeiðið verður gjørt innanhýsis á stovninum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2022
Fitt av fólki høvdu leitað sær á Kongabrúnna leygardagin, tá minnismerki um fyrsta bilin í Føroyum varð avdúkað
Fitt av fólki høvdu leitað sær á Kongabrúnna leygardagin, tá minnismerki um fyrsta bilin, sum kom á land í Føroyum fyri 100 árum síðani, varð avdúkað av borgarstjóranum Heðini Mortensen.
Havnar hornorkestur setti sín serliga dám á løtuni, og fólk fingu møguleika at síggja teir nógvu snotiligu veteranbilarnar.
Í sambandi við avdúkingina, var eisini elsti bilur í Føroyum, komin til Havnar úr Vágum.
Eirikur Lindenskov, sum hevur serligan áhuga fyri bilum, greiddi í røðu síni frá søguni um fyrsta bilin og hugleiddi um, hvussu stóran týdning bilurin hevur havt í menningini av føroyska samfelagnum.
Stjórin á Ford Danmark, Frank Skjærbæk Pedersen bar fram eina heilsu, har hann takkaði føroyingum og Wenzel fyri gott og gevandi samstarv.
Áðrenn minnismerkið varð avdúkað, segði borgarstjórin eisini nøkur orð.
Minnismerkið stendur á sjálvum bryggjukantinum á Kongabrúnni. Á minnismerkinum verður á føroyskum og enskum greitt frá, at tað var her, fyrsti bilurin í Føroyum kom á land tann 6. mai í 1922.
Eirikur Lindenskov og Magnus Gunnarson, sum hava serligan áhuga, og ikki minst holla vitan um bilar og bilasøgu, hava veitt ráðgeving í sambandi við, at minnismerkið er framleitt.
Myndir: Tórshavnar kommuna
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2022
Nú er møguligt hjá øllum føroyingum at lesa 1. Mósebók í nýggju tíðingini og gera viðmerkingar til hana
Nú er møguleiki hjá øllum føroyingum, at lesa og gera viðmerkingar til nýggju føroysku bíbliuumsetingina.
Leingi hevur hon verið ávegis, og nú er komið so langt, at til ber at lata øllum Føroya fólki, úti sum heima, lesa 1. Mósebók í nýggju týðingini av Bíbliuni, skrivar Bíbliufelagið í tíðindaskrivi.
Tilfarið er lagt út á heimasíðuna hjá Føroyska Bíbliufelagnum www.biblia.fo, har til ber at taka PDF útgávu av 1. Mósebók niður. Viðmerkingar til tilfarið kunna sendast á teldupostin [email protected].
Tað var í 2016, at Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur, sum andaðist beint fyri jól í fjør, var liðugur at umseta alla Bíbliuna, uttan Sálmarnar, til føroyskt. David Johannesen, prestur, hevur síðani týtt Sálmarnar.
Tað er stórarbeiði at týða úr hebraiskum máli, sum Gamla Testamentið er skrivað á og úr grikskum, sum Nýggja Testamenti er skrivað á. Arbeitt verður við at lesa alla Bíbliuna ígjøgnum við atliti til gudfrøðiliga trúvirðið, góðan málburð og orð, áðrenn útgávan verður løggild og útgivin.
Nógv fólk í og uttan fyri Føroyar úr ymsum kirkjum og samkomum taka lut í arbeiðinum, skrivar Bíbliufelagið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2022
Ikoniski málningurin hjá Andy Warhol varð seldur á uppboði í nátt
Ikoniska andlitsmyndin av amerikansku filmsstjørnuni Marlilyn Monroe á bláari bakgrund, varð týsnáttina seld fyri risaupphædd í New York.
Málningurin hjá Andy Warhol fór fyri ikki minni enn 195 milliónir dollarar, skrivar upphoðssøluhúsið Christie’s.
Hetta svarar til 1,37 milliardir í okkara krónum. Sostatt er hesin málningurin tann dýrasti frá 20. øld, ið er seldur á uppboði.
Andlitsmyndin av Marilyn Monroe varð málað í 1964 – tvey ár eftir at sjónleikarin doyði, helst av eini yvirdosis, skrivar dr.dk.
(Mynd: EPA)
Amerikanski listamaðurin Andy Warhol gjørdi fimm slíkar málningar í ymsum litum. Málningarnir eru nevndir eftir bakgrundslitunum.
Sambært miðlinum antiquestradegazette.com yvirhálar Warhol-málningurin fyrsta pláss frá Pablo Picasso og hansara málningi “Kvinnur úr Algier” frá 1955, sum í 2015 varð seldur fyri 179,4 milliónir dollarar.
Málningurin av Marilyn eitur 'Shot Sage Blue Marilyn'. Í 2013 varð hann seldur fyri 105 milliónir dollarar, sum við dagsins kursi svarar til 740 milliónir krónur.
Málningurin av Marilyn Monroe var ein partur av einum savni frá listasavnarunum Doris og Thomas Ammann, sum varð selt hjá Christie’s í New York.
Sveitsisku Doris og Thomas Ammann vóru systkin, og í áttati- og nítiárunum gjørdust tey gitin sum heimsins fremstu listasavnarar.
Thomas Ammann doyði í 1993, meðan Doris Amman doyði í fjør.
Eftir deyða Doris varð grunnurin 'Thomas and Doris Amman Foundation' settur á stovn, og tað er hesin, ið stendur sum seljari av ikoniska málninginum.
Sambært Bloomberg er keyparin amerikanski listasavnarin Larry Gagosian. Hann eigur eina røð av listahandlum, og keypir og selur nýmótans list.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2022
Yvir 1,8 milliónir ferðafólk nýttu Københavns Lufthavn í apríl, og tað er hægsta talið fyri ein mánaða síðani tíðliga í 2020. Ferðafólkatalið byrjar at nærkast tí, sum tað var, áðrenn koronufarsóttin kom - tó er framvegis nakað av muni, um samanborið veðrur við 2019
Um ein ferðasist umvegis Kastrup fyri áleið tveimum árum síðani, var ógvuliga lítið av ferð á og heilt lítið av ferðafólki, í mun til hvat vanligt er - til tíðir var so at siga manntómt. Talan er um ein av teimum flogvallunum við mest ferðslu í norðara parti av Evropa, men Københavns Lufthavn var ávirkaður av koronustøðuni, sum av álvara setti flogferðsluna niður í ferð kring heimin.
Í síðstu viku kundi staðfestast, at ferðafólkatalið á flogvøllinum í Vágum byrjar at nærkast tí, sum tað var, áðrenn koronafarsóttin breyt út, tí útvið 37.000 ferðafólk fóru um flogvøllin í apríl. Og tað er líknandi støða á tí væl størri flogvøllinum á Amager. Hetta vísa nýggjastu tølini úr Danmark.
Í hesi vikuni varð ferðafólaktalið fyri apríl kunngjørt, og talan er um hægsta skrásetta talið í tvey ár. Tað skrivar millum annað dr.dk.
Samanlagt ferðaust beint yvir 1,8 milliónir fólk umvegis Københavns Lufthavn í síðsta mánaða.
Næstan tvær milliónir ljóðar nógv, og hetta er eitt greitt tekin um, at viðurskiftini í flogferðsluni nú "líkjast meira sær sjálvum".
Tó so, er talan ikki um sama støði, ið tað var á áðrenn koronufarsóttini. Um hugt verður eftir samlaða talinum fyri ferðandi í Kastrup higartil í 2022, so er tað bert 72 prosent av tí, um tað var eftir apríl í 2019, ið er tað síðsta fulla árið, har korona ikki ávirkaði
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2022
Tað er tørvur á at skapa nýggjar mannagongdir, segði franski forsetin m.a. í røðu, eftir at hann varð tikin í eið sum forseti fyri aðru ferð
Sunnudagin 24. apríl varð Emmanuel Macron afturvaldur sum forseti í Fraklandi, og tá hann nú í holt við sítt næsta valskeið, verður tað við einari aðrari tilgongd til forsetaembætið.
Tað segði hann í røðu leygardagin, tá hann varð tikin í eið sum forseti fyri aðru ferð.
– Tað er tørvur á at skapa nýggjar mannagongdir – langt burtur frá gomlu siðvenjunum, segði hann m.a.
Hann segði eisini, at næsta valskeið hansara verður eitt nýtt valskeið og ikki bert eitt framhald av tí undanfarna.
Macron vísti m.a. á kríggið í Ukraina og veðurlagsbroytingar sum nakrar av størstu avbjóðingunum komandi tíðina.
Í seinna umfarinum av forsetavalinum 24. apríl eydnaðist tað Macron at verða afturvaldur við 58,5 prosent at atkvøðunum.
Tað er sera sjáldsamt, at ein franskur forseti megnar at verða afturvaldur. Emmanuel Macron er fyrsti franski forsetin síðan 1958, sum, uttan at vera partur av einari samgongu, megnar at verða afturvaldur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2022
Afturlatna landið er sloppið undan smittuni í yvir tvey ár, sambært almennum upplýsingum
Meira enn tvey ár eftir at koronafarsóttin tók seg upp, váttar Norðurkorea nú fyri fyrstu ferð, at smittutilburðir er staðfestir í landinum. Tað skrivar AFP tíðindastovan.
Almennir miðlar kalla tað eina “álvarsliga tjóðarkreppustøðu” eftir at landið eftir øllum at døma er sloppið undan virussinum í yvir tvey ár.
Norðurkoreanski statsmiðilin KCNA sigur, at royndir frá sjúklingum, ið høvdu fepur í høvuðsstaðnum Pyongyang sunnudagin vísa, at talan kann vera um korona virus av omikron frábrigdinum.
Politisku leiðararnir í landinum, herundir Kim Jong-un, hava hildið kreppufund fyri at viðgera støðuna og hava boðað frá, at tey fara at seta eina eftirlitsskipan í verk. Talan er um neyðstøðu av álvarsligasta slag.
Sambært miðlinum ynskir Kim Jong-un at seta í verk eftirlit við landamørkini og niðursteingingar.
Hann hevur biðið borgarar um at “støðga spjaðingini av hesum óndsinnaða virus við at steingja økir í býum og landspartar kring alt landið”.
Frammanundan hevur ongin fráboðan verið frá almennari síðu um koronatilburðir í Norðurkorea.
Sambært heimsheilsustovninum WHO, framdi Norðurkorea seinast í 2020 13.259 koronakanningar. Ongin teirra vísti smittu.
Eygleiðarar halda, at norðurkoreanska heilsuverkið hevði fingið trupulleikar við at handfara eina umfatandi koronasmittu. Serfrøðingar halda heldur ikki, at landið hevur koppsett nakran av teimum 25 milliónum íbúgvunum í landinum, tí Norðurkorea hevur víst aftur tilboðum um koppsetingarevni frá WHO, Kina og USA.
Reuters skrivar, at Suðurkorea hevur boðið seg til at veita Norðurkorea hjálp við at basa smittuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2022
Hetta svarar til at ein er deyður fyri hvørjar 327 amerikanarar
Yvir 1 millión fólk eru nú deyð í USA orsaka av covid-19. Tað vísir ein uppgerð, sum Reuters hevur gjørt av smittuni, sum tók seg upp fyri góðum tveimum árum síðani.
Hetta svarar til, at ein persónur er deyður fyri hvørjar 327 amerikanarar. Talið av deyðstilburðum svarar til fólkatalið i San Fransisco ella Seattle.
Tá heimsheilsustovnurin WHO 11. mars 2020 boðaði frá, at talan var um eina heimsumfatandi farsótt, vóru 36 fólk deyð í USA við korona. Síðan spjaddi smittan seg sum steppueldur um landið, og fann gróðrarlíkindi í tættfólkaðum økjum, so sum New York, og leitaði sær síðan til allar krókar í landinum.
Í juni 2020 kom talið upp á tað sama, sum USA misti undir fyrra heimskríggi og í januar 2021 yvirhálaði talið amerikanska missin undir øðrum heimskríggi.
Í heimshøpi hevur smittan nú kravt 6,7 milliónir mannalív vísa almennu tølini. Veruligu tølini liggja helst nærri teimum 15 milliónunum, metir WHO, sambært Reuters.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2022
Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, BP, fer eftir øllum at døma at útbyggja risakelduna Clair við enn eini framleiðslu og nútímansgera Schiehallion leiðina eystan fyri markið, sum part av framtíðar íløgum í orkuverkætlanir í Bretlandi
Nú bretska stjórnin hevur heitt á oljufeløgini, sum arbeiða í Norðsjónum og vestan fyri Hetland, um at gera størri íløgur í nýtt orkuvirksemi í kjalarvørrinum av metstóru úrslitunum, hevur bretski orkurisin BP gjørt greitt, at felagið fer at brúka ikki færri enn 200 milliardir krónur komandi árini til menning av virkseminum eitt nú eystan fyri Føroyar.
Her ætlar BP at menna stóru oljukelduna Schiehallion til grøna orkuskiftið eins og at gera íløgur í nýggja útbygging á risastóra Clair oljufeltinum millum Hetland og Føroyar. Her er talan um at útbyggja Clair South leiðina, sum er partur av Clairkelduni, har tað í dag longu eru tvær leiðir, sum framleiða olju og gass.
Clair South útbyggingin á stóra Clairfeltinum miðskeiðis millum Hetland og Føroyar fer helst at fáa grønt ljós í hesum árinum. Longur syðri liggja tvær aðrar keldur, sum BP er partur av, nevniliga Schiehallion og Foinaven
Við hesum og øðrum íløgum, sum eisini onnur oljufeløg so sum m.a. Total, Shell og Ithaca fara at gera, fer Atlantsmótið, tað er økið millum Hetland og Føroyar, at gerast sjálvt hjartað í framtíðar olju- og gassframleiðslu í Bretlandi í mong ár aftrat.
Hetta kemur fram eftir, at BP staðfestir metyvirskot fyrsta ársfjóðing í ár, sum stavar frá høgum olju- og gassprísum, støðuni í Ukraina og annars stóra eftirspurninginum eftir olju og gassi uttan fyri Russland.
Tær 200 milliardir krónurnar, sum BP fer at brúka til orkuútbyggingar fram til 2030, skulu m.a. brúkast til olju- og gassvirksemi í Norðsjónum, havvindorku, løðiskipanir til elbilar, vetni og fangan og goymslu av CO2.
Felagið sigur í eini fráboðan, at tað sum eitt tað størsta orkufelagið í Bretlandi fer at halda fram at gera íløgur í olju- og gassvirksemi, um somu tíð sum tað fer at minka um útlátið. Hetta m.a. við at elektrifisera oljupallar. Bernard Looney, stjóri sigur, at BP stuðlar Bretlandi og tess framtíðar orkupolitikki og fer at arbeiða miðvíst við tí grøna orkuskiftinum og røkka null útláti í 2050.
- Bretland hevur verið okkara heim í meira enn 110 ár, og vit hava gjørt íløgur í olju og gass í Norðsjónum í meira enn 50 ár. Hesar íløgur fevna eisini um so mong onnur viðurskifti, sum kunnu gagna Bretlandi og sum kunnu skapa arbeiðspláss.
"We are all in”, sigur ein tann mest framstandandi orkustjórin í Bretlandi. BP ger greitt, at tað fer at rinda nærum 1 mia. pund í skatti fyri sítt virksemi í Norðsjónum í 2022 umframt tey 0,25 milliardir pundini tað hevur goldið hvørt ár í Bretlandi seinastu árini.
BP fer eisini at raðfesta havvindmylnulundir í Irska havinum og í Norðsjónum. Hesar skulu kunna veita streym til 6 milliónir húsarhald um árið. Somuleiðis er ætlanin er gera íløgur uppá 1 milliard pund í løðistøðir til elbilar komandi 10 árini eins og til framleiðslu av vetni uppá 1,5 GW í 2030. Aftrat hesum koma íløgur í fangan og goymslu av CO2. Umrøddu íløgur skulu útvega túsundtals nýggj arbeiðspláss.
Við hesi fráboðan er greitt, at oljufelagið ynskir at ganga ynskinum frá bretsku stjórnini á møti um at brúka størri part av sínum yvirskoti til íløgur í bretsku orkuskipanina heldur enn at rinda alt út til partaeigararnar.
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fer at hava fund við oljufeløgini í næstum fyri at gera teimum greitt álvaran í at gera fleiri íløgur í orkuskipanina. Gera tey ikki tað kann henda, at stjórnin fer at taka undir við uppskoti um at seta í verk ein nýggjan orkuskatt, tann sonevnda “Windfall Tax”, sum skal brúkast til til at lætta um hjá teimum mongu húsarhaldunum, sum líða undir tí høga orkuprísinum. Tað hevur verið funnist at oljufeløgunum fyri at vilja rinda út av methøgu yvirskotunum til partaeigarar heldur enn at gera íløgur í nýtt virksemi.
BP ætlar at brúka stórar upphæddir uppá eitt nú útbygging av nýggjastu oljuleiðini eystan fyri Føroyar, Clair South eins og nútímansgerð av oljuleiðini Schiehallion, eisini tætt við Føroyar
Fleiri íløgur í olju- og gass
Orkan.fo hevur biðið nevndarformannin í føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum, Ben Arabo, um eina viðmerking til óvanligu støðuna á orkumarknaðinum. Hann sigur:
- Roknskapirnir hjá ráoljuframleiðarum eru sera góðir í løtuni, tí at útboðið av olju er undir trýsti. Ov lítið av olju er á marknaðinum. Tá fer prísurin upp, og vinningurin hjá oljufeløgum fer upp av tí sama. Tað verður bara enn verri frameftir, um man ikki stimbrar nýggjar íløgur í E&P, leiting og framleiðslu.
Ein oljuframleiðari avger ikki prísin. Tað er eftirspurningurin á heimsmarknaðinum, sum avger tað. Hann er framvegis sera høgur, og hann fer at verða høgur næstu árini, hóast ávísir politikarar og umhvørvisfelagsskapir - tey somu, sum hava ilt av høga profittinum hjá oljufeløgum - hava gjørt alt fyri at minka um oljuútboðið, og harvið hava sín part av skyldini av høgu prísunum.
Hesi hava seinastu árini proklamerað, at man skal ikki gera íløgur í olju og gass, tí vit hava nokk av olju. Hetta hevur verið beinleiðis orsøk til, at nýggj projekt - eitt nú í Bretlandi - eru seinkað og enntá steðgaði. Eitt dømi um hetta er útbyggingin av ætlaðu Cambo leiðini við markið eins og hóttanir móti øðrum útbyggingum við.
Nú sær man í marknaðinum, at tað sansar at, tí vit hava ikki nokk av olju. Støðan í Russlandi og Ukraina ger ringt verri, men trýstið á oljuprísin var uppatgangandi frammanundan. Tí fer ráoljuprísurin upp, og profitturin hjá oljufeløgum upp. Ávísir politikarar og umhvørvisfelagsskapir hava sagt almenninginum, at nokk av olju er til, og at vit ikki nýtast at gera meira íløgur í olju og gass, og nú byrja vit so at síggja úrslitið. Tað, sum krevst, er, at man í siviliseraða heiminum ger stórar íløgur í leiting og útbygging. Hetta sjálvandi um somu tíð, sum skundað verður undir grøna orkuskiftið við eitt nú vindmyllum.
Ben Arabo heldur, at ein “Windfall" skattur í t.d. Bretlandi vildi dempað hetta og gjørt støðuna enn verri, við enn hægri ráoljuprísum. Hann hevði verið medvirkandi til, at uppaftur færri íløgur vórðu gjørdar í nýggjar orkuverktætlanir so sum tær eystan fyri føroyska markið og harvið tikið grundarlagið undan framtíðar bretska orkupoltikkinum um at fáa fleiri íløgur í økt virksemi og harvið m.a. gera Bretland óheft at innfluttari orku úr eitt nú Russlandi.
- Tí er einasta gongda leiðin at skunda undir aftur íløgurnar í nýtt olju- og gassvirksemi at ganga hond í hond við tí grøna skiftinum, sigur Ben Arabo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2022
Tað er ein vandamikl samanseting, at tvær av heimsins mest týðandi landbúnaðartjóðum eru í kríggi, samstundis sum prísirnir á matvørum hækka, sigur ST
Umframt at kríggið í Ukraina ávirkar tey, sum eru nær við, metir ST, at 47 milliónir fólk afturat kunnu enda við at svølta, um kríggið heldur fram.
Umframt at kríggið ávirkar londini, sum eru tætt at krígnum, kemur tað nevniliga eisini at ávirka tey fátækastu í heiminum.
Tað at prísirnir á matvørur hækka og tvær av heimsins mest týðandi landbúnaðartjóðum eru í kríggi, er ein vandamikil samanseting, sigur Anne Poulsen, stjóri fyri norðurlendsku deildina hjá Matvøru- og Landbúnaðarfelagsskapinum hjá ST við DR.
– Har er eingin ivi um, at tað at fólk ikki hava ráð til mat, fer at elva til størri stríð, sigur hon.
Ukraina er m.a. ein týðandi útflytari av korn, og metir ST, at Ukraina undir vanligum umstøðum framleiðir mat til 400 milliónir fólk. Tí hevur kríggið í Ukraina stóra ávirkan á tey lond, sum eru von við at fáa korn úr Ukraina.
Sambært DR er uml. ein triðingur av øllum hveitinum, sum varð framleitt í Ukraina í fjør, ikki farin úr landinum. Orsøkin er, at Ukraina orsakað av krígnum ikki kann flyta vøruna umvegis Svartahavið til lond í Miðeystri og Norðurafrika.
Tey londini, sum í 2020 keyptu mest hveiti úr Ukraina, vóru Egyptaland, Indonesia og Bangladesj.
Mett verður, at 30 prosent av øllum hveitinum, sum verður útflutt í heiminum, kemur úr Ukraina og Russlandi. Í fjør vóru Russland, Ukraina ella bæði londini saman eisini størstu útflytarar av hveiti, mais, repju- og sólblómuolju.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2022
Felagið hevur verið partur av fleiri olju- og gassfundum í Noregi og hevur nú gjørt enn eina íløgu í at keypa partar av leitiloyvum frá OMV
Fyrrverandi leiðslan í føroyska oljufelagnum Faroe Petroleum, sum nøkur ár herfyri, stovnaði nýggja orkufelagið Longboast Energy, hevur verið rættiliga virkin seinasta árið og hevur nú gjørt av at keypa partar av einum leitingarmiði í Norðsjónum, ið er mett at goyma 100 milliónir tunnur av kolvetnum.
Handilin er gjørdur við eysturríkska oljufelagið OMV, ið var eitt av feløgunum, sum var partur av føroysku leitingini í nullunum.
Longboat hevur keypt upp 20 prosent av Oswig leitingarmiðinum. Longboat, sum telist millum tey nýggju og lutvíst minni oljufeløgini á norska landgrunninum, hevur kortini longu havt eydnuna við sær, nú tað sum partur av fleiri boringum, hevur rakt við kolvetni í fleiri førum.
Seinasta boringin saman við Equinor á Kveikje leitimiðinum vísti seg at goyma 50 milliónir tunnur av olju. Felagið hevur eisini lagt bilett inn til at keypa 20 prosent av enn einum loyvi, nevniliga Velocette gassleitimiðinum í Norskahavinum., sum er mett at gloyma 130 milliónir tunnur. Fyri handlarnar við OMV skal Longboat bera umleið 100 milliónir krónur av kostnaðinum.
Longboat hevur við sínum uppkeypum í Norra verið partur av trimum fundum og skal sigast, at norsku skattatreytirnar eru við til at fáa feløg sum Longboat at gera íløgur í leiting á norska landgrunninum.
Tað var í 2019, at norska DNO tók yvir Faroe Petroleum í eini sonevndari “hostile takeover bid” fyri góðar 6 milliardir krónur. Nevndarformaður í Longboat Energy er hálvi føroyingurin, Graham Stewart.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2022
Eftirspurningurin eftir norskum gassi fer at økjast við 8 prosentum í ár í kjalarvørrinum á krígnum í Ukraina. Norski orkuráðharrin fer at taka væl ímóti øllum nýggjum útbyggingarætlanum
Eftirspurningurin eftir norska gassinum er vaksin so mikið nógv, at roknað verður við, at norska gassframleiðslan fer at økjast við 8% í mun til í fjør og harvið seta met. Hetta saman við einum methøgum prísi hevur gjørt, at norsku inntøkurnar frá bæði gassi og olju ongantíð hava verið so høgar.
Nýggi norski olju- og orkuráðharrin Terje Aasland luttók nú um dagarnar á eini ráðstevnu um framtíðar norsku orkuframtíðina. Hann gjørdi greitt, at kríggið í Ukraina og støðan á altjóða orkumarknaðinum fer eisini at seta síni fingramerki á norska orkuframleiðslu. Henda sama dag skuldi norski orkuráðharrin taka støðu til eina umsókn frá oljufelagnum ConocoPhillips um útbygging av Ekofisk oljufeltinum fyri 10 milliardir krónur.
Norski orkuráðharrin Terje Aasland fer at skunda undir viðgerðina av framtíðar umsóknum at útbyggja gassframleiðsluna á norska landgrunninum
- Vit eru farin inn í eina tið, har orkutrygd er meira týdningarmikil enn nakrantíð. Tá og um tað koma nýggjar umsóknir um loyvi at fremja tiltøk, sum kunnu økja um framleiðsluna av olju og gassi, fari eg at viðgera hesar skjótt og effektivt, segði ráðharrin.
Við hesum gongur hann eisini í fótafetunum hjá sínum bretska starvsfelaga, sum í seinastuni hevur gjørt greitt, at bretskir myndugleikar fara at taka væl ímóti umsóknum um útbyggingar av olju- og gassleiðum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum og skunda undir viðgerðina av teimum.
Undir ráðstevnuni gjørdi Aasland greitt, at eftirspurningurin eftir norskum gassi fer at fylla nógv í kjakinum um framtíðar orkupolitikkin.
Ráðharrin vísti á, at skjótt fer framleiðslan av LNG gassi frá Snøhvit gassleiðini í Barentshavinum í gongd aftur, eftir steðg í rúma tíð vegna eldskaða. Størsti parturin av øktu framleiðsluni fer tó at ganga gjøgnum mongu rørleiðingarnar inn á evropeiska meginlandið.
Roknað verður við uppaftur størri eftirspurningi eftir norskum gassi, tá Evropa av álvara fer at boykotta allan olju- og gassinnflutning úr Russlandi. Tá verður veruliga uppaftur størri tørvur á norskum gassi. Ein frágreiðing frá greiningarfyritøkuni Rystad Energy vísir, at Norra longu í ár fer at kunna útflyta meira gass enn Russland. Kortini fer tørvurin á gassi á evropeiska meginlandinum at vera størri enn tað Norra er ført fyri at framleiða.
Kelda e24
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2022
Samtíðis sum ósemja er í ES um, hvussu og nær londini skulu gevast at keypa russiska olju, hava G-7 londini samtykt heilt at gevast við at keypa olju úr Russlandi
Í eina tíð hava vit aftur og aftur frætt, at ES hevur sett sær fyri at gevast við at keypa olju úr Russlandi longu í hesum árinum. Men samtíðis hoyra vit fleiri av limalondunum gera vart við, at tey fara ikki at taka eina slíka avgerð her og nú. Nøkur av londunum eru meira tengd at russiska orkuinnflutninginum enn onnur.
Nú hava tey sonevndu G-7 londini samtykt, at tey fara at boykotta ella í hvussu er minka um russiska oljuinnflutningin. Hetta gjørdu tey greitt sunnudagin, tá tey hittu ukrainska forsetan Vlodymyr Zelenskyy dagin fyri minningardagin fyri sigurin á týsku nazistunum í 1945. G-7 londini eru USA, Bretland, Kanada, Týskaland, Frakland og Italia og Japan.
Londini siga um sína avgerð, at tey samtíðis vilja tryggja, at londini fáa neyðugu tíðina til at tryggja sær alternativar orkuveitingar, sum skulu avloysa russiska olju. Londini gjørdu eisini greitt, at semja var um, at Putin má ikki vinna kríggið í Ukraina. USA hevur eisini kunngjørt um sama mundið, at tað fer at herða sanktiónirnar móti Russlandi. Aftrat hesum hevur Bretland gjørt av at stuðla Ukraina við vápnum fyri 10 milliardir krónur.
Greinarar eru farnir at skilja millum góða og ringa olju, “good oil” og “bad oil”. Tvs. olju, sum lond uttan fyri Russland framleiða og so ta russisku oljuna. Greinari í SEB, Bjarne Schieldrop vísir á, at ES enn ikki hevur megnað at seta í verk boykott av russiskari olju.
Hann vísir kortini á, at tað í dag bert er ein vegur fyri ES, og tað er fullkomiliga at kvetta við russiska olju. Hann kallar hetta fyri eitt kríggj millum “good and bad oil”. Og hetta merkir, at ES sum frálíðir ikki fer at nerta russiska olju. Stríðið er longu byrjað, eitt nú keypti ríkmaðurin Warren Buffett upp “góða olju” frá felagnum Chevron í fyrsta ársfjóðringi.
Russland fer nú at royna at flyta oljuútflutningin til lond í Asia men tað fer sambært norska greinaranum at krevja milliardaíløgur komandi 10 árini. Hann vísir á, at øll feløg í Vesturheiminum, sum hava verið partur av oljuframleiðslu í Russlandi, hava gjørt greitt, at tey taka seg úr landinum.
Orskuserfrøðingurin Dan Dicker roknar sambært Finansavisen við, at marknaðurin fer at missa 3 mió. tunnur um dagin úr Ruslandi yvir tíð, sum fara at hava við sær høgar oljuprísir uppá sikt. Hann roknar annars ikki við, at OPEC fer at gera stórvegis broytingar í sínum orkupolitikki men heldur varðveita verandi skipan við hækking av framleiðsluni hvønn mánað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2022
CEV-SCA finaluumfarið er í høllini á Hálsi í Havn hetta vikuskiftið
Hetta vikuskiftið skal A-landsliðið hjá monnum í flogbólti luttaka í CEV-SCA finaluumfarið, sum verður í høllini á Hálsi í Havn.
Landsliðsvenjarin Jens Bang og hjálparvenjarararnir Boban Ilic og Christian Imhoff hava úttikið hendan hópin:
Stefan Rosenlund
Bjarni Joensen
Filip Ilic
Matias Nolsøe Isaksen
Thorvald Danielsen
Áslakur Holm
Tróndur Høgnason Hansen
Dávið Ryan
Jóhan Arni Elisson Wang
Teitur Eliasen
Páll Heðin í Grund
Silas Poulsen
Símun H. Poulsen
Niels Niclasen
CEV-SCA kappingin er fyrsta styrkiroyndin hjá føroyska A-landsliðnum, síðani korona tók seg upp, og tí verður sera spennandi at síggja, hvar vit liggja í mun til londini, sum verða við í Føroyum.
Seinni skal A-landsliðið so eisini leika CEV Eurovolley undankappingardystir móti Belgia, Ísrael og Estlandi. Leikt verður á heima- og útivølli í august og september.
Fríggjadagin 13. mei:
Kl. 17: Føroyar - San Marino
Kl. 20: Skotland - Ísland
Leygardagin 14. mei:
Kl. 17: Føroyar - San Marin
Kl. 20: Skotland - Ísland
Sunnudagin 15. mei:
Kl. 14: San Marino - Skotland
Kl. 17: Føroya - Ísland
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2022
Samstundis sum føroysku menninir leika EM finaluumfar í CEV-SCA kapping í Havn hetta vikuskiftið, eru føroysku kvinnurnar farnar til Íslands at luttaka í samsvarandi kapping. Leikast skal móti Skotlandi, Írlandi og Íslandi
Føroysku flogbóltskvinnurnar leggja fyri í gjár móti Írlandi; í dag er Skotland á skránni, og síðsti dysturin verður sunnudagin ímóti Íslandi.
Tá kappingin var seinast – í 2019 – vunnu Føroyar bronsu. Luksemborg, sum ikki er við hesa ferð, vann gull og Skotland silvur. Ísland, sum er vertur hesa ferð, var ikki við ta ferðina.
Hetta eru fyrstu A-landsdystir hjá føroysku kvinnunum síðan korona fór at gera um seg, og tí hava A-landsliðsvenjarin, Lars Engell, og hjálparvenjarin, Kristian Mikkelsen, valt at leggja dentin á eitt ungt lið, sum kann mynda kjarnan á føroyska landsliðnum í longri tíð.
Úttiknu leikararnir eru:
Janna Falkvard
Tóta Búadóttir
Sirið Hanusardóttir Samson
Maria Sarita Lorenzen
Milja Silvansdóttir
Emma Michala Sannino
Hilda Bolstad Mortensen
Johanna Christiansdóttir
Henrikka Wang Jacobsen
Nicola Toftegaard
Sofía Weihe Simonsen
Bjørk Nolsøe Isaksen
Jakobina Joensen
Kristina Knudsen
Stórur partur av liðnum skal eftir kappingina til Eysturríkis at luttaka í U21 CEV Eurovolley undankapping, har leikast skal ímóti Eysturríki, Bulgaria og Ísrael.
Síðan skal A-landsliðið í august og september leika tríggjar heimadystir og tríggjar útidystir í CEV Eurovolley undankapping móti Rumenia, Ísrael og Kroatia.
Dystarskráin fyri CEV SCA-kappingina í Íslandi (føroyskar tíðir):
Fríggjadagin 13. mai 2022:
Kl. 18: Ísland – Skotland
Kl. 21: Føroyar – Írland
Leygardagin 14. mai 2022:
Kl. 15: Írland – Ísland
Kl. 18: Skotland – Føroyar
Sunnudagin 15. mai 2022:
Kl. 15: Skotland – Írland
Kl. 18: Ísland – Føroyar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2022
Níggju av níggju møguligum sigrum er veruleiki hjá klaksvíkingum
Tað er eitt sindur ov tíðliga at staðfesta hvør vinnur gullið í ár, men vit kunnu kortini siga at nógv bendir á, at klaksvíkingar fara at vinna FM annað árið ár rað.
Við 2-0 sigri á HB við Djúpumýru sunnudagin varð staðfest, at KÍ er nógv tað sterkasta liðið í løtuni.
Gestirnir høvdu nakað av spæli í fyrra hálvleiki og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men síðani setti KÍ seg á dystin, og við tveimum skjótum málum fór luftin úr ballónini rættiliga skjótt.
Árni Frederiksberg skoraði fyrsta málið í 52. minutti við frísparki, sum umvegis Bartal Wardum í múrinum, snýtti Bjarka Vitalis Mørk í HB-málinum, og fór í netið.
Tveir minuttir seinni var aftur galið hjá HB, tá Deni Pavlovic smekkaði til og økti til 2-0.
HB-spælið bleiv ongantíð vandamikið og KÍ kundi trygt fegnast um ein 2-0 sigur við Djúpumýru í dag. Hetta er níggjundi sigurin av níggju møguligum, og klaksvíkingar koma upp á 27 stig.
Víkingur er, at síggja til, einasti FM-avbjóðari í ár. Felagsliðið í Leirvík og Gøtu hevði vitjan av grannunum úr Runavík sunnudagin, og gjørdi sítt til at FM ikki longu er avgjørt. Dysturin millum Víking og NSÍ endaði 3-0.
Í Havn vann B36 trygt 3-0 ímóti 07 Vestur.
Á Argjum var botndystur millum AB og B68. Argjamenn vóru frammanfyri 3-0 í hálvleikinum, og vunnu dystin 4-1. Ein týðandi sigur hjá AB, sum nú er omanfyri niðurflytingarstrikuna og hevur sjey stig á áttanda plássið.
KÍ - HB 2-0 (0-0)
52’ Árni Frederiksberg 1-0
54’ Deni Pavlovic 2-0
Víkingur - NSÍ 3-0 (1-0)
14’ Sølvi Vatnhamar 1-0
52’ Arnbjørn Svensson 2-0
73’ Noah Mneney 3-0
B36 - 07 Vestur 3-0 (1-0)
34’ Michal Przybylski 1-0
60’ Magnus Jacobsen 2-0 (br.)
72’ Andrass Johansen 3-0
AB - B68 4-1 (3-0)
24' Teitur Debess Olsen 1-0
36' Marius Kryger Lindh 2-0
38' Erik McCue 3-0
61' Adian Liu 3-1
84' Bartal Skaalum Petersen 4-1
Skála - EB/Streymur 0-0
1. KÍ (27 stig)
2. Víkingur (21 stig)
3. B36 (16 stig)
4. HB (15 stig)
5. EB/Streymur (14 stig)
6. 07 Vestur (9 stig)
7. NSÍ (9 stig)
8. AB (7 stig)
9. B68 (5 stig)
10. Skála (4 stig)
Leygardagin 14: mai:
Klokkan 16: B68 - Víkingur
Klokkan 16: EB/Streymur - B36
Sunnudagin 15. mai:
Klokkan 15: Skála - HB
Klokkan 15: 07 Vestur - KÍ
Klokkan 17: NSÍ - AB
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2022
Í harðari kapping við Olaf Bárðarson og Mads Boe Mikkelsen gjørdist tað Páll Andrasson Klettskarð, ið fór avstað við heiðrinum sum besti spælari í apríl mánaði
Tað gjørdist toppskjúttin eftir átta umfør í Betri Deildini hjá monnum, Páll Andrasson Klettskarð úr KÍ, ið streyk avstað við heiðrinum, sum besti spælari í apríl mánað 2022.
Av tíggju møguligum atkvøðum, fekk vandamikli framherjin hjá klaksvíkingum átta. Nummar 2 í atkvøðugreiðsluni gjørdist Olaf Bárðarson úr Víkingi, meðan liðfelagin hjá Páll, Mads Boe Mikkelsen bleiv nummar 3.
- Hetta var ein deiligur heiður at fáa. Tað hevur eisini gingið væl higartil í ár, ikki bara hjá mær persónliga, men eisini hjá liðnum, og hesum ætla vit okkum sjálvandi at halda fram við, sigur Páll Andrasson Klettskarð við heimasíðuna hjá FSF.
Fyri heiðurin fekk Páll handað eitt gávubræv upp á 1.500 krónur frá Effo, umframt eina glasstandmynd, ið er latin av Betri. Jákup Mikkelsen, sum frá 1974 til 1986 spældi 105 dystir fyri fremsta lið hjá KÍ, og skoraði 40 mál – stóð fyri handanini.
Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið velja besta spælaran hvønn mánað. Besti spælari hjá kvinnum í apríl gjørdist Hervør Olsen, ið – eins og Páll – hevur sína dagligu gongd við Djúpumýru í Klaksvík. Besti spælari hjá monnum í mars mánað var Stefan Radosavljevic úr HB.
Heldur fram hjá meistarunum
KÍ boðaði í vikuni frá, at Páll Klettskarð hevur gjørt nýggja avtalu við felagið, sum bindur hann til og við 2024.
Skjótt 32 ára gamli klaksvíkingurin er søguligur áleypari í KÍ. Eingin hevur skorað fleiri mál í kongabláa búnanum.
Á toppskjúttalistanum fyri bestu deildina sum heild hevur Páll júst sett seg á 2. plássið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2022
Øssur Hansen fer ikki longur at taka sær av uppgávuni sum høvuðsvenjari hjá B68. Hann hevur sagt seg úr starvi
- Leikararnir hava brúk fyri einum venjara, sum er fullur i orku, og sum er førur fyri at venda gongdini.
Tað sigur Øssur Hansen, sum hevur sagt seg úr starvi sum høvuðsvenjari hjá B68.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Toftamenn hava havt tað trupult hetta kappingarárið. Ein triðingur er leiktur av kappingini, og eftir níggju dystir liggur B68 undir niðurflytingarstrikuni á níggjunda plássi við bara fimm stigum.
B68 tapti farna vikuskiftið 4-1 ímóti AB. Í dag spælir B68 heima móti Víkingi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2022
Jógvan Martin Olsen hevur úttikið leikarar úr átta ymiskum feløgunum til EfB Spar Nord Elite Cup, ið verður 23. til 29. mai. Dreingirnir skulu spæla móti liðum úr millum annað Danmark
Saman við hjálparvenjaranum, Jens Eriki Rasmussen, hevur Jógvan Martin Olsen,høvuðsvenjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, úttikið hópin, sum í døgunum 23. til 29. mai fer til EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg í Danmark.
Talan er um 18 leikarar úr átta ymiskum føroyskum feløgum.
Í kappingini verður spælt móti ymiskum donskum feløgum, umframt at lið úr onkrum av grannalondunum hjá Danmark, eisini luttaka.
Hópurin
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Dánjal Petur Vilhelmson, 07 Vestur
Rasmus Emil Poulsen, B36
Djóni Sivertsen, B36
Dánial T. Mørkøre, HB
Dávid Reynheim, HB
Teitur Bogason, HB
Silas B. Joensen, HB
Rani Johannesen, HB
Páll Múller, KÍ
Hóri Klakstein, KÍ
Tróndur Sjúrðarson, NSÍ
Pauli Richardson, NSÍ
Markus Danielsen, NSÍ
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, Royn
Jeffrey Dulavík Berg, Skála
Kristian Jacobsen, Víkingur
Jens Eiler Samsson, Víkingur
Hetta er fyrstu ferð at hesir leikarar, sum í høvuðsheitinum eru 08-árgangurin, umboða Føroyar í fótbólti.
U15-dreingirnir skulu spæla tveir venjingardystir móti Íslandi á heimavølli 16. og 18. august, og um mánaðarskifti oktober-november er Uefa menningarkapping á skránni, skrivar fsf.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2022
Høgri vongurin fekk 55 prosent av atkvøðunum
Jóhan á Plógv Hansen stendur seg væl í týskum hondbólti - í bestu deildini í heiminum. So væl at hann nú er valdur "DKB Player of the Month" fyri apríl.
28-ára gamli føroyingurin hevur verið týðandi fyri Hannover-Burgdorf, ið vann sær trý umráðandi stig í niðurflytingarstríðnum, og høgri vongurin vann greitt atkvøðugreiðsluna frammanfyri fleiri stór nøvn.
1. Jóhan á Plógv Hansen (TSV Hannover-Burgdorf) 54.73%
2. Hendrik Pekeler (THW Kiel) 26.14%
3. Kevin Möller (SG Flensburg-Handewitt)5.46%
4. Kai Häfner (MT Melsungen) 4.67%
5. Jim Gottfridsson (SG Flensburg-Handewitt) 4.36%
6. Simon Jeppsson (HC Erlangen) 2.88%
7. Hampus Wanne (SG Flensburg-Handewitt) 1.75%
Hannover-Burgdorf er átta stig frá strikuni, nú fimm dystir eru eftir - nummar 14 av 18 liðum.
Jóhan á Plógv skiftir eftir hetta kappingarárið til stórfelagið Flensburg-Handewitt. Í løtuni er hann nummar 13 á toppskjúttalistanum í Bundesliguni við 134 málum. Vongurin hevur millum annað í høvuðsheitinum verið tryggur við sínum brotskøstum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2022
Greitt er longu nú, at tað verður ein nýggjur føroyameistari hjá bæði kvinnum og monnum, tí ongin av finalistunum hevur áður verið føroyameistari
Innleiðandi umførini í einmansleiki í FM í badminton blivu leikt hóskvøldið, har fyrstu finalistarnir til Kontrast FM finaludagin nú um vikuskiftið blivu funnir.
Greitt er longu nú, at tað verður ein nýggjur føroyameistari hjá bæði kvinnum og monnum, tí ongin av finalistunum hevur áður verið føroyameistari.
Eisini er greitt, at hjá bæði kvinnum og monnum verður tað ein leikari frá Havnar Badmintonfelag, ið skal kappast ímóti leikara frá ávíkavist Klaksvíkar Badmintonfelag hjá kvinnum og úr Miðvágs Badmintonfelag hjá monnum.
Miriam og Bjarnhild í finaluna hjá kvinnum
Eftir eina spennandi hálvfinalu í trimum settum vann Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF á Sonnu Thorkildshøj úr HBF, meðan Miriam í Grótinum úr HBF vann sannførandi á Adhya Nandy í tveimum settum.
Sostatt verður tað Klaksvíkin ímóti Havnini hjá vaksnu kvinnunum, har Bjarnhild luttekur á fyrsta sinni, meðan Miriam tapti finaluna í einmansleiki í fjør.
Jónas og Árant í finaluna hjá monnum
Jónas Djurhuus úr HBF vann sær tað eina plássi í finaluni við at vinna eina spennandi hálvfinalu í trimum settum á Magnus Dal Christiansen, sum í fjør tapti finaluna ímóti Niklas Eysturoy.
Jónas møtir Árant á Mýruni úr MBF, tá hann í hinari hálvfinaluni vann á Rúna Øster. Árant er búsitandi í Danmark, har hann er í lestrarørindum.
Í tvímansleiki hjá monnum og kvinnum umframt í blandaðum tvímansleiki vórðu innleiðandi umførini leikt dýrabiðidag.
Stóri Finaludagurin í Kontrast FM í Hoyvíkshøllini
Í dag frá klokkan 10 verða finalurnar í FM í badminton leiktar í Hoyvíkshøllini, har Kringvarp Føroya fer at sjónvarpa beinleiðis frá finalunum í einmansleiki seinnapartin.
Finaludagurin er aftur í ár skipaður saman við judo og borðtennis, har tey trý sersambondini eisini fyriskipa FM Gallaveitslu leygarkvøldið sum ein endi á FM finaludegnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2022
Í mansfinaluni verða tað Fróði Fríðason Jensen og Albert Weihe Wolfsberg sum fara at dystast, og í kvinnufinaluni verða tað Henrietta Nørr og stórtalentið úr Hvalba, Marin Elisabet Poulsen, sum fara at spæla. Eisini verða finalur í tvímansleiki
Innleiðandi umførini í FM-kappingini í borðtennis vórðu spæld í gjár, og har var stórur spenningur um hvør skuldi spæla seg í finalurnar, sum verða spældar á stóra felags FM-degnum hjá borðtennis, badminton og judo í Hoyvíkshøllini í dag, leygardag.
Í mansfinaluni verða tað Fróði Fríðason Jensen og Albert Weihe Wolfsberg, sum fara at dystast.
Hetta er áttandu ferð á rað, at Fróði er í finaluni, og hann hevur vunnið hana fimm ferðir. Fróði vann í hálvfinaluni sannførandi 4-0 á Sveini Mortensen Nolsøe.
16 ára gamli Albert Weihe Wolfsberg er hálvur føroyingur, og hann spælir við Hillerød í Danmark. Hetta er fyrstu ferð, at hann luttekur í FM. Í hálvfinaluni vann 4-2 á Halli Thorsteinsson í einum stundum sera væl leiktum dysti.
Í kvinnufinaluni verður tað sum væntað Henrietta Nørr, ið verður annar finaluluttakarin. Henrietta hevur vunnið FM hvørjaferð hon hevur verið við, t.e. fýra ferðir, og hevur sostatt ongantíð tapt ein dyst í FM.
Í hálvfinaluni vann hon 3-0 á Duritu F. Jensen.
Mótstøðuleikarin hjá Henriettu í finaluni verður verandi føroyameistarin, tann bara 15 ára gamla Marin Elisabet Poulsen. Stórtalentið úr Hvalba vann sína hálvfinalu 3-1 ímóti liðfelaga sínum í TBF, Britt Michelsen.
FM-finaluyvirlit í borðtennis – leygardagin 14. mai
Meistaradeild, menn
Fróði F. Jensen – Albert Weihe Wolfsberg (kl. 14:55, beinleiðis í KVF)
Meistaradeild, kvinnur
Henrietta Nørr – Marin Elisabet Poulsen (kl. 13:15, beinleiðis í KVF)
Tvímansleikur, menn
Fróði F. Jensen / Hallur Thorsteinsson – Albert Weihe Wolfsberg / Ári F. Jensen (kl. 10:40)
Tvímansleikur, kvinnur
Marin Elisabet Poulsen / Henrietta Nørr – Anja Wongwai / Britt Michelsen (kl. 10:00)
Blandaður tvímansleikur
Fróði F. Jensen / Durita F. Jensen – Hallur Thorsteinsson / Henrietta Nørr (kl. 11:20)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2022
Stórt vónbrot um, at føroyskur sigur ikki varð dømdur í teirri einu finaluni
Fýra føroyskir nevaleikarar frá felagnum Tórshavn Boksing vóru varna vikuskiftið í Aabenraa fyri at boksa í DM kapping fyri byrjarar. Hóast stórar vónir undan kappingini, gjørdist tað ikki tin nakað føroyskt DM-heiti.
Tveir av boksarunum vóru beinleiðis í finaluni og høvdu tryggjað sær heiðursmerki frammanundan. Ein føroyskur boksari afturat, kom í finaluna, men tapti ein javnan dyst – eitt úrslit, sum føroyingarnir als ikki vóru samdir í.
Mest royndi føroyski boksarin, Jonathan Malaikev boksaði leygardagin sín sjeynda dyst, og møtti einum mótstøðumanni frá AK Jyden. Talan var um ein javnan dyst, men Jonathan náddi ongantíð sítt vanliga støði, og tapti javna dystin við dómaraatkvøðunum 2-3, og kom harvið ikki víðari.
Betri gekst hjá David Kunoy, sum boksaði sín fjórða dyst móti einum yvir tveir metra høgum mótstøðumanni.
Talan var um ein harðan dyst dyst, sum kundi verið farin báðar vegir, sigur venjarin, Martin Meng. David vann tó við dómaraatkvøðunum 4-1 og kom í finaluna.
Taptu sínar finalur
Teitur Annand boksaði á triðja sinni móti sama mótstøðumanni frá Herlev Boxing.
- Hóast vit hava vant hart upp til dystin, so var tað ikki nóg mikið hesaferð. Mótstøðumaðurin var nógv betri á degnum. Teitur kláraði seg væl, boksaði betur enn hann hevur gjørt, men tað var ikki nóg mikið, sigur Martin Meng.
Magni Vang, sum royndi seg í sínum fyrsta dysti, gjørdi tað eisini gott, hóast tað ikki gjørdist til nakran sigur.
- Tað varð talt yvir Magna í fyrsta umfari, nakað vit ikki hildu vera neyðugt, og tað var kanska orsøkin til, at sigurin ikki fall okkara veg.
Føroysk ónøgd
Sunnudagin boksaði David Kunoy sín fimta dyst móti einum nakað meira royndum boksara úr BK Vitus Horsens.
- Mótstøðumaðurin var høgrafóts-boksari, og tað eru vit ikki so von við, og David tapti fyrsta umfar greitt, tí hann mátti brúka umfarið til at innstilla seg til øðrvísi mótstøðuna.
- Í okkara eygum kom David gott aftur í øðrum og triðja umfari, vann bæði umførini, so vit vóru øll sannførd um – og tað vóru tey flestu í salinum eisini – at hann átti at havt vunnið dystin, sigur Martin Meng.
Stóra uppgávan hjá boksifelagnum í Havn er nú at finna stuðlar, so at góða gongdin við menningini hjá boksarunum kann halda fram, og tí iðra fólkini handan Tórshavn Boksing seg eisini um, at tey vóru so nær við at vinna byrjara-DM, men tó ikki.
Fyri at mennast er tað neyðugt, at føroysku boksararnir sleppa av landinum at royna seg móti øðrum enn bara teimum, sum teir venja saman við til dagligt. Til hetta eru pengar neyðugir, og tí var tað eisini eitt vónbrot, tá Tórshavnar kommuna ikki vildu hjálpa til við at rinda triðing av húsaleiguni til venjingarhølið uppi á Hjalla.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2022
Felagshølini í Havnardali verða tvífaldað
Nú er spakin settur í til arbeiðið at byggja felagshølið hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali út. Tað skrivar felagið á heimasíðu síni.
Nevndin í felagnum tók tíðliga í vár avgerð um at byggja felagshúsið út við 160 fermetrum. Aðalfundurin í mars tók eisini einmælt undir við hesum.
Uni Patursson hevur teknað útbyggingina, ið er størri enn verandi felagshús, soleiðis verður talan um meira enn eina tvífalding av fermetratalinum. Sáttmáli er síðani gjørdur við byggifelagið Búsetur um at gera arbeiði sum heildarveiting.
Tað dróg eitt sindur út at fáa byggilovir og annað formelt, men beinanvegin tað kom undir land fór byggifelagið í gongd. Metta byggitíðin er seks mánaðir, og kemur hetta sjálvandi at ávirka virksemi hjá felagnum hesa tíðina. Men tá tað er liðugt, fær felagið eitt hús, sum verður munandi betri enn verandi, serliga verður tað salurin, goymsla og vesimøguleikar, ið vera betri.
Sjúrður Holm, stjóri í Búsetri, og Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2022
Hetta er triðja árið á rað, at vektlyftarar úr Føroyum luttaka á donsku meistarastevnuni. Venjarin væntar, at føroyingar fara at standa seg enn betri enn undanfarin ár
Triðja árið á rað luttaka føroyskir vektlyftarar í donsku meistarastevnuni, sum verður um vikuskiftið í Odense.
Venjarin Frank Petersen væntar, at føroyingarnir fara at standa seg enn betri enn undanfarin ár - tá ið tað eisini var á heilt góðari leið.
Spennandi verður at síggja Niels Áka Mørk, sum í løtuni er danskur juniormeistari, dystast ímóti besta dananum í 67 kilo klassanum, Gustav Vang. Danin hevur sum er øll metini, og teir báðir hava ikki kappast áður, men eru á pappírinum sterkastu lyftararnir í hesum klassanum. “Vil ein vinna hendan klassan, skal tað nokk setast okkurt junior-DM-met”, sigur Frank Petersen.
Í 73 kilo klassanum skal Pól Hendrikur Andreasen royna at verja danska meistaraheitið, ið hann vann í fjør. Kappingin í ár verður nokk eitt vet harðari, og Pól Hendrikur skal kýta seg í hvørjari lykkju.
Leif á Bøgarði, sum lyftir í 81 kilo klassanum, og í løtuni er hann, ið knógvar teim tyngstu føroysku vektunum upp um høvd, kann fara at sníkja seg upp á bronsuskammilin í greinini trekk/snatch. Tá skal hann fáa tað at rigga upp á dagin reint tekniskt og eisini taktiskt - har ið man við snildum kann velja sær vektina, so man fær mótstøðumenn at lyfta fyrst.
Einasti føroyski kvinnuligi íðkarin við DM, Maibritt Reynheim Petersen er rykt ein vektklassa upp, og luttekur nú í 71 kilo klassanum. Maibritt er í eini rívandi menning og venur nógv niðri á Flatlondum, har ið hon eisini gongur í skúla. Hennara mál er at blíva úttikin til norðurlendsku meistarastevnuna seinni í ár. Fyri Føroyar.
Okkara sterkasti kvinnuligi lyftari, Anna Kristina Niclasen og ein av sterkastu mannligu lyftarunum, Sofus Bech, skuldu luttaka í DM, men Anna Kristina skal skurðviðgerast í fótinum, og Sofus er ikki heilt klárur aftan á ein skaða.
Í alt 115 lyftarar luttaka í DM, og kappingin verður stroymd her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2022
Manchester City hevur útloyst klasulin í sáttmálanum hjá 21-ára gamla norska áleyparanum, sum, um sáttmáli við City kemur uppá pláss, eftir summarfrítíðina fer at royna seg í Premier League og royna at hjálpa liðnum at vinna Champions League
Síðani skiftið hjá Erling Braut Håland frá Red Bull Salzburg til Borussia Dortmund í januar 2020, hevur ein av størstu spurningunum í fótbóltsheiminum verið: Hvar fer at keypa Håland næstu ferð.
Stóri norski áleyparin sló sítt navn fast í fótbóltsheiminum í 2019, tá hann millum annað skoraði níggju mál í einum HM-dysti fyri U20-lið og gjørdist fyrsti tannáringur, sum skoraði í fimm Champions League-dystum á rað.
Håland er hildin fram við at skora í Dortmund - 85 mál í 88 dystum - har hann í fjør vann týsku steypakappingina og heiðurin sum ársins leikari í týskum fótbólti.
Nú er so at siga endaliga greitt, at 21-ára gamli áleyparin ikki heldur fram í Borussia Dortmund næsta kappingarár. Sponsku stórfeløgini Real Madrid og Barcelona hava seinastu tíðini verið nevnd millum favorittarnar, men tó hevur meira og meira peikað á Manchester City, og í vikuni hevur felagið, í heilt stuttari fráboðan á heimasíðu sínari, gjørt greitt, at avtala er komin í lag við Borussia Dortmund um ein keypsprís.
Talan er um 51 milliónir pund, men sambært Sky Sports, skal City gjalda 85 milliónir samanlagt, tá alt verður tikið við.
Um Håland og Manchester City verða samd um ein sáttmála, so verður skiftið veruleiki 1. juli. Talan verður allarhelst um veruligan styrk hjá Manchester City, ið seinastu árini ikki veruliga hevur havt ein "fyrsta áleypara". Håland hevur eisini ein dreym um at vinna Champions League, og nógv hava ynskt at sæð mannin í Premier League. Pápi hansara, Alf-Inge, spældi eitt skifti við júst City.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2022
-
Arnhold Suni Fjallstein, sum var ein av stovnarunum av felagnum Camping.fo, er nú farin foldum frá, og er hann nú farin heim í Himmalin, heim í tann æviga búðstaðin, sum Guð hevði gjørt honum og okkum øllum, sum trúgva, tilreiðar.
Eg kom at kenna Arhold um heystið í 2005. Og kom hetta av, at vit báðir høvdu stóran áhuga í kamping í Føroyum og ynsktu vit at vita, um áhugi var millum føroyingar, at stovna eitt kampingfelag. Hetta bleiv gjørt, og eitur felagið í dag Camping.fo.
Tey fyrstu, sum vóru vald í nevndina, vóru Arnhold Fjalstein, Katrin Haraldsen og eg sjálvur, umframt tveir varalimir.
Tá eitt nýtt felag verður stovað, eru ofta nógvar meiningar um, hvussu og hvat eitt tílíkt felag skal gera, og har var Arnhold Fjallstein heilt einastandandi at taka samanum og finna semju millum allar limirnar.
Arnhold og eg hava arbeitt nógv saman, serliga vóru tað tey fyrstu fýra árini eftir at felagið var stovnað, til hann takkaði fyri seg í nevndini. Men hóast hann ikki var limur í nevndini tey seinnu árini, so var hann altíð klárur, saman við konunu, at rætta eina hjálpandi hond og hevur hann eisini mangan hjálpt okkum við góðum ráðum. Konan Henrid hevur eisini verið kassameistari í felagnum í fleiri ár.
Arnhold helt tað vera nokkso stuttligt, at eg búði í Leirvík, tí har sleit hann sínar barnaskógvar. Báðir vóru vit bakaralærdir og so høvdu vit tað til felags eisini, at vit høvdu áhuga í kamping, hann við húsbili og eg við húsvogni.
Tey seinastu árini hava vit tosa av og á í telefon og annars tá vit møttust, so var altíð tíð til eitt gott prát.
Arnhold Fjalstein skammaðist ikki við at fortelja, at hann var ein trúgvandi maður, og hevði sett sítt álit á tann livandi Gud, og nú er hann farin heim til sín frelsara at verða
Saknur verður í Arnhold í felagnum, men størstur verður saknurin hjá tær Henrid og øllum tykkara. Má Harrin, sum er alra troystari, troysta tykkum í sakninum.
Æra verið minni um Arnhold Suna Fjalstein
Ivan Skorheim,
Camping.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2022
-
Sunnudagin 15. mai kl. 11 verður konfirmatión í Kollafjarðar kirkju. Prestur er Derhard Jógvansson.
Konfirmantarnir eru hesir:
Andrea Jóhansdóttir Fagraklett. Jóan Paula gøta 5, Kollafjørður.
Ása Weihe. við Sjógv 25, Kollafjørður. Dagurin verður hildin í Caféini við Sjógv (hjá Børga) frá frá klokkan 15.
Eyan Marcelino Joensen. Jóan Paulagøta 4, Kollafjørður.
Fríði Gullaksen. Bøgøta 25, Kollafjørður. Dagurin verður hildin í missiónshúsinum frá klokkan 15..
Fríður Dam Johannesen. Jóan Paulagøta 3, Kollafjørður. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.
Gisleyg Guðrun Johansen. Flatnabrekka 8, Signabøur.
Lív Kjærbæk. Traðavegur 13, Kollafjørður. Dagurin verður hildin frá klokkan 15.
Nanna Schiller Jóannisdóttir. á Oyrareingjum 102, Oyrareingir. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.
Ove Reinert Ólavsson. í Líðini 77, Kollafjørður.
Rannvá Rodmundsdóttir. Flatnavegur 3, Signabøur. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.
Regin Petur Petersen. Traðavegur 5B, Kollafjørður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2022
-
Sunnudagin verður konfirmatión í Sandavágs kirkju við Marjun í Kálvalíð, presti.
Konfirmantarnir eru hesi:
Vár Halsdóttir Selfoss, Miðvág.
Vár Massdóttir, Sandavág
Bjørk Heinesen, Bøur. Dagurin verður hildin á Tungu 14 í Bø. Opið hús frá kl. 17.
Laicy Lín Ellingsgaard, Miðvág. Dagurin verður hildin í Beitinum, Ryggstún 11 frá kl 16.
Durita Vón Vidtfeldt, Miðvág
Tordis Bára Jóhannesdóttir, Sørvág. Dagurin verður hildin í Kirkjuhúsinum frá kl. 150.
Anna Sofía Hentze, Traðarvegur 19, Sørvág. Opið hús frá kl. 17.
Tea Deana Egilsdóttir, Sandavág. Dagurin verður hildin Tvørgarðsgøtu 33 í Miðvági frá kl. 17.
Elin Vang Joensen, í Fornarnum 6, Sørvág. Opið hús frá kl. 17.
Jóna Ellefsdóttir, Bakkavegur 35, Sørvág. Opið hús frá kl. 17.
Sandra Krossá Oddmarsdóttir, Sandavág
Sara Skifte Thomsen, Miðvág.
Marja Herup Egilstoft, Sandavág
Vónbjørt Zachariasen, Miðvág
Tea Falkvard Nielsen, Sandavág
Sára Weihe Simonsen, Hagagerði 7, Sørvág. Opið hús frá kl. 17.
Magnhild Sofía Weihe í Niðristovu, Sandavág. Dagurin verður hildin í Vakstrarhúsinum frá kl. 16.
Joan Andres Lopéz Metivier, Sørvág
Dávur Fríði Davidsen, Miðvág. Opið hús í Missiónshúsinum í Miðvági frá kl. 15.
Shaad Weihe Quiblait, Sandavág. Dagurin verður hildin í Vakstrarhúsinum frá kl. 16.
Dánial Petur Vilhelmsson, Sandavág
Ulrik Madsen, Sandavág
Jóhan Andriasarson Tegeder, Miðvág. Dagurin verður hildin frá kl. 16 í Steinagerði 5 í Kvívík
Raian Thomassen Braga, Sandavág
Rói Wang Olsen, Sørvág
Lukas Poulsen, Sørvág
Andreas Gaardlykke Davidsen, Sandavág.
Esbern Nysted, á Kvíggj 2, Sørvág. Opið hús frá kl. 17.
Hóri Andrasarson, á Tungu 14, Bøur. Opið hús frá kl. 17.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2022