Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 28. mai 2022 | Nr. 22 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Smakkfull myndabók við meistarans mati

SíÐa 2

1 Leygardagur 28. mai 2022

Góðan lesihug og góða norðoyastevnu

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Vælkomið summar

Vit eru síðst í mai. Fyrsta av siðbundnu summarstevnunum við FM-kappróðri, Norðoyastevnan, verður hildin hetta vikuskiftið í Klaksvík.

Hvat er tað ikki fantastiskt, at tað er eydnast okkum at halda lív í kappróðrinum, sum ein avbjóðandi ítrótt fyri bæði ung og eldri? At vit hava eina ítrótt, sum er okkara egna sermerkta, sum ongin annar íðkar?

Tað er eitt bragd í sjálvum sær, og tøkk skulu tey eiga, sum hava hildið lív í ítróttini og hvørt ár gera stórarbeiði til tess at eggja ungdóminum framhaldandi at fylkjast um hesa ítrótt.

Spennandi verður eisini at fylgja við róðrinum á vágni í dag. Onkrir bátar eru saknaðir, men samstundis fegnast vit um, at nýggjir koma afturat.

Tað skerst ikki burt, at tað er tað størsta bátaslagið, ið hevur størsta áhugan. Í dag verður talið á tíggjumannaførum fýra, hóast tað eina farið úr Havn, Ormurin Langi, ikki verður við. Hinvegin verða tveir bátar úr Norðoyggjum, og harvið fáa vit nýggjan spenning og nýtt grannastríð, og tað er avgjørt gott fyri ítróttina.

Tað er onki at taka seg aftur í, at tað er kappróðurin, sum er høvuðsatdrátturin til hesar summarstevnur, sum hava verið hildnar kring oyggjarnar í nógv ár, og har Norðoyastevnan varð roknað sum boðberin av, at nú er summarið komið, hóast veðrið als ikki altíð hevur verið so gott, tá klaksvíkingar hava bjóðað til summarstevnu.

Fyri ikki so nógvum árum vóru tað røddir, ið dømdu hesar stevnurnar deyðar at vera innan fá ár, tí kappingin frá teimum stóru tónleikafestivalunum gjørdist so stór.

Men so var ikki. Seiggj er í stevnunum, og fleiri teirra hava brúkt avbjóðingina til at endurhugsa konseptini, so at skráirnar nú eru nógv meira áhugaverdar og spennandi, enn tær plagdu at vera. Tað er gott.

Ongin stevnufyrireikari sleppur longur at eiga summarvikuskiftini fyri seg sjálvan. Nú hendir so nógv, at tað verður hálað í allar ættir fyri at vekja uppmerksemið hjá fólkinum, og at fáa tey lokkað til júst teirra tiltak.

Hetta vikuskiftið er – umframt Norðoyastevna eisini til dømis bátafestivalur í Vestmanna og mentanarnátt á Tvøroyri. Slíkt var óhugsandi fyri bert fáum árum síðani, tá stevnurnar savnaðu fólk úr øllum landinum til nógv meira enn bara at luttaka ella hyggja eftir kappróðri.

Soleiðis er summarhálvan broytt í og við at nýggj ættarlið eru vaksin til, vit eru vorðin fleiri í tali, sum hava valt at búgv her á oyggjunum, undirstøðukervið er batnað munandi, og – ikki minst – fólkatalið í landinum er vaksið munandi í summarhálvuni, sum úrslit av væleydnaðari herferðini at fáa fleiri fólk at koma til okkara at vitja.

Alt hetta bjóðar hugflognum av til at gera vikuskiftini uppaftur betri og spennandi til gagns fyri okkum øll.

Vónandi fært eisini tú eitt gott norðoyarstevnuvikuskifti og gott summar.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3099

    Lisnar síður: 9191

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 28. mai 2022

Smakkfull myndabók við meistarans mati

Kokkurin á Koks, Poul Andrias Ziska, gevur sínar uppskriftir út í glæsiliga myndskrýddari bók

Frá vinstru Johannes Jensen, Tim Ecott og Poul Andrias Ziska (Mynd: Harald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ja, hvat er hetta fyri ein bók? Perman er grøn vil gulláskrift, har stendur bara Koks. Á rygginum stendur “Føroyasmakkur”, so tað er helst heitið.

Tað var ein sjáldsom bók, sum var løgd fram í matstovunum Roks og Ræst  heima í Havn mánakvøldið. Hetta er onnur sokallað myndprýdd ‘coffe-table’-bók, sum matstovan Koks gevur út.

[object Object]

Koks er sum kunnugt heimleys í Føroyum, og er tí flutt yvir til Ilimanaq við munnan av Ísfjørðinum í Diskovíkini. Tey eru nærum klár at lata upp. 12. juni verður borðreitt fyri teim fyrstu gestunum. Men longu 8. september verður latið aftur aftur.

Men ikki riggað av, tí Koks hevur eisini bústað í Ilimanaq í 2023. Tá fer tað at vísa seg, um Koks kanska fær fastan bústað í Grønlandi – í hvussu so er er lítið, sum røkist fyri, at loyvisgevandimyndugleikarnir í Føroyum hava skund við at finna heimskendu matstovuni møguleika at byggja í Føroyum.

Maturin, oyggjarnar, fólkið

Men Koks hevur tvær smærri systrar heima í Havn, Roks og Ræst, har starvsfólkini, sum ikki fara við yvir um hav, sleppa at garta fyri matelskarum, sum eru í Føroyum.

Og tað var her, at Johannes Jensen bað vælkomin í gjárkvøldið fyri at kunngera, at nú hevur Koks latið prenta sína næstu ‘coffee-table’ bók.

Hin fyrra stóra myndabókin kom út fyri 10 árum síðani. Størsti munurin millum ta bókina og hesa nýggju er, at nú eru uppskriftir við.

Myndamaðurin er hin sami, nevniliga yndisfotografurin hjá Koks, danin Claes Bech-Poulsen, sum hevur gjørt eitt ovurstórt arbeiði við myndunum. Tí tað er ikki einans maturin, ið verður avmyndaðurin, men í stóran mun eisini náttúran, landið, oyggjarnar og fólkið.

[object Object]
Tim Ecott (Mynd: Harald Bjørgvin)

Poetisk lýsing av oyggjunum

Høvundurin er hesaferð ein nýggjur. Heitt varð á bretan Tim Ecott at skriva tekstirnar.

- Vit ynsktu okkum, at bókin hesaferð skuldi vera eitt sindur meira poetiskt skrivað, og har haldi eg, at vit hava gjørt eitt gott val – eisini við at fáa Jonhard Mikkelsen at týða til føroyskt, segði Johannes Jensen, stjóri á Gist og Vist, tá hann greiddi frá bókini.

Hesin Tim Ecott er ein “vinur av húsinum”. Er komin til Føroya regluliga í nógv ár, og hevur veruliga kastað sín alsk til okkara oyggjar – nakað, sum hann prógvaði við bókini “The Land of Maybe – a Faroe Islands Year”.

Tim, sum er fyrrverandi starvsfólk hjá BBC og hevur verið víða um heimin at senda reportagur heim til heimsins størsta miðlasamtak, dugir hetta við at greiða frá Føroyum og serligu føroysku viðurskiftunum við eygunum hjá einum útlendingi í einum løttum, men tó hábærsligum tónalagi.

[object Object]Jonhard Mikkelsen, bókaútgevari og týðari 

18 oygjar – 18 rávørur

Bókin er uppbygd í 18 kapittlar, har hvør kapittul ber navnið á einari av føroysku oyggjunum. Harvið verður hvør oyggin lýst í poetiskum teksti, sum verður knýttur at matinum hjá Poul Andriasi Ziska.

Fyri hvørja oyggj er vald ein rávøra, sum verður knýtt at hesi oynni, og uppskriftirnar burtur hesi rávøru eru samlaðar.

Rávørurnar eru hesar (hjálparfólk, ið eru avmyndað, portretterað, í bókini, nevnd í klombrum) Mykines: Súla (Esbern í Eyðanstovu) – Skúvoy: Rabarba og urtir – Hestur: Síl – Stóra Dímun: Skerpikjøt, ræstkjøt, ræstur fiskur og garnatálg (Jógvan Jón Petersen) – Lítla Dímun: Krabbi, igulker og skeljadjór – Nólsoy: Havhestur – Koltur: Lamb (Bjørn Patursson) – Suðuroy: Tari (Agnes Mols Mortensen) – Eysturoy: Uppsjóvarfiskur og saltfiskur – Svínoy: Jomfrúhummari og trælrassur – Fugloy: Lundi – Sandoy: Vøkstur úr veltuni – Vágar: Neyt (Dávur Joensen) – Streymoy: Grind – Kalsoy: Ostur – Viðoy: Egg – Borðoy: Botnfiskur – Kunoy: Hara

[object Object]

Ongar neyðloysnir – Koks so líkt

Nú skrivaði eg, at talan er um eina kókibók, men tað er ikki ein vanlig kókibók. Í bókini verður sagt, at hon er ætlað kokkum og fólki við serligum áhuga fyri matgerð.

Í bókini er uppskrift til flestu av teimum heilt serligu rættirnar, sum Poul Andrias hevur funnið upp á burtur úr lokalum rávørum hesi seinastu árini sum leiðandi kokkur á Koks.

Nakað, sum dugnaligi, ungi havnarmaðurin hevur vunnið stóra virðing fyri langt út um heimligu køksgrýturnar.

- Tað hevur ikki verið heilt lætt at skalera uppskriftirnar hjá mær til kanska 40 persóner niður í eina uppskift til 4 til 6 fólk, greiddi Poul Andrias frá.

[object Object]Poul Andrias Ziska (Mynd: Harald Bjørgvin)

Týðarin og útgevarin, Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum vísti í síni røðu á tiltakinum á, at Koks og Poul Andrias heldur ikki í hesi verkætlanini hava funnið seg í neyðloysnum.

Tað sæst í uppskriftinum. Her verður ikki brúkt dism ella teskeiðir. Nei, alt verður mált upp í grammum, onkuntíð við fleiri desimalum. Bara gramm, ikki ein gang milli- ella sentilitrar.

Eitt dømi úr bókini: Til bláberjasós skal brúkast 135 gramm av bláberum, 58 gramm av vatni, 6,8 gramm av sukri og 2 gramm – ja, gramm, ikki millilitrar – av bláberjaeddiki.

Neyvleiki og nærlagni

Jonhard Mikkelsen greiddi eisini frá, at nú eitt kvøldið, tey skuldu hava haru til nátturða heima í Vestmanna, hevði hann leita sær í uppskriftina hjá Poul Andriasi av haru. Rætturin hjá Poul Andriasi kravdi turkaðar urtir: hirðahjartaarva, opinekru-arva, tásársgeitarkál, urtakervilsblómur, bjølg av kollutari baldursbrá, hvannafræ, maiblómu og ljósareyða portulakk.

- Nei – hetta er ikki fyri ein vanligan bygdamann at finna útav, staðfesti týðarin, so haran fór heil í ovnin.

Hetta vísir bara tann neyvleika og nærlagni, sum kokkurin leggur í matgerðina, og tað sæst aftur í uppskriftunum.

Sum Poul Andrias Ziska sjálvur sigur í fororðunum: “Eg vóni, at kokkar fáa íblástur úr uppskriftunum, og at vanligi lesarin fer at skilja betur, hvussu vit live her nú á døgum. Fyrst og fremst vóni eg, at hon kann vera við til at varðveita kjørið í oyggjunum og alla ta ráu megi, sum býr í teimum”.

[object Object](Mynd: Harald Bjørgvin)

Áhugi longu uttanlands

Stóra, flotta og tunga bókin “Koks – Føroyasmakkur” er prentað í 2.500 eintøkum, harav 600 eru á føroyskum, restin á enskum. Bókin kann longu nú bíleggjast á heimasíðuni hjá Sprotanum, men verður nokk ikki at síggja í handlunum fyrr enn í komandi viku.

Tað hava verið onkrar misskiljingar við flutninginum til Føroya.

Størsti parturin av enska upplagnum liggur á goymslu í Danmark, tí hesar bøkur skulu sendast út í heim. Jonhard Mikkelsen roknar við stórum áhuga.

Sum dømi greiddi hann frá, at longu áðrenn at nakað var komið alment út um bókaútgávuna hevði hann fingið ein fyrispurning úr Ungarn um bókina – tey vildu hava hundrað eintøk sendandi. 

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2022

3 Leygardagur 28. mai 2022

Teitur Skoubo skal hálvttriðja ár í fongsul

Dómur varð í vikuni sagdur í rættinum í Odense, og Teitur Skoubo er dømdur sekur. Hann hevur kært dómin, men varð kortini fongslaður alt fyri eitt

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tvey ár og seks mánaðir.

Tað er dómurin, sum havnarmaðurin Teitur Skoubo, fekk fingið í nógv umrødda málinum um neyðtøku, sum var fyri í rættinum í Odense mánadagin og mikudagin.

Mánadagin vóru vitnisfrágreiðingar og týsdagin var sonevnt prosedura í málinum um Teit Skubo, sum er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina 25 ára gamla kvinnu í Odense í november.

Sjálvur hevur Teitur Skoubo nokta seg sekan.

Beint eftir dómurin varð sagdur, kærdi verjin hjá Teiti dómin. Tí at Teitur Skoubo býr í Spania, helt ákærin at vandi var fyri at dømdi rýmir av landinum, og kravdi tí at havnarmaðurin varð varðhaldsfonglsaður.

Tá dómurin er meira enn eitt hálvt árs fongsul, skal han beint inn at sita, skriva danskir miðlar.

Tveir løgreglumenn fylgdu Teiti út úr rættarsalinum, tey greiddu frá, at Teitur fekk loyvi til at biðja familju síni farvæl áðrenn hann skuldi inn at sita domin.

Fríggjadagin staðfesti Eystari Landsrættur avgerðina hjá býarrættinum í Odense um varðhaldsfongslingina. Hann skal tí verða sitandi fongslaður til kærumálið kemur fyri í landsrættinum.

Umframt fongsulsrevsing, er Teitur Skoubo eisini dømdur at rinda sakarmálskostnaðin og 100.000 krónur til órættaðu kvinnuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2022

4 Leygardagur 28. mai 2022

Edmund stillar ikki upp aftur til Fólkatingi - abbadótturin vil fegin taka yvir

Tá fólkatingsval verður skrivað út næstu ferð, verður tað ikki við Edmundi Joensen á atkvøðuseðlinum. Eftir 34 ár á politiska vígvøllinum, hevur hann avgjørt ikki at stilla upp aftur. Anna Falkenberg boðar samstundis frá, at hon stillar upp til komandi fólkatingsval fyri Sambandsflokkin

Edmund Joensen og Anna Falkenberg (Mynd: Sambandsflokkurin á Fólkatingi)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tá hann fór inn í politikk, var tað mest sum av tilvild. Hann varð valdur í Løgtingið fyri Sambandsflokkin á fyrsta sinni í 1988, og síðani hevur hann røkt allar politiskar sessir í Føroyum - sum løgtingsmaður, floksformaður, løgmaður og løgtingsformaður. Seinastu árini hevur hann harafturat verið fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.  

Eftir meira enn 34 ár á politiska vígvøllinum, hevur Edmund Joensen avgjørt ikki at stilla upp aftur til Fólkatingið. Hann gevst sostatt í politikki, tá fólkatingsval verður útskrivað, men fer at halda fram við fólkatingsarbeiðinum til úrslitið av valinum liggur klárt.   

- Tað er ikki sørt, at tað er við eitt sindur av sorgblídni, at eg havi tikið avgerðina um ikki at stilla upp aftur. Politikkur hevur fylt øgiliga nógv í lívinum hjá mær, men nú haldi eg, at tíðin er komin til, at onnur sleppa framat. Eg havi so ríkiliga tænt mína politisku skyldu, og eg havi nokk at taka fatur í uttanfyri Christiansborg,  sigur Edmund Joensen. 

Í fótasporunum hjá abba
Sambandsflokkurin hevur altíð verið trygd fyri eini semjusøkjandi, føroyskari rødd í Fólkatingi, og stendur tað til Edmund Joensen, verður hetta eisini at finna á Fólkatingi aftaná komandi val. 

Tí samstundis, sum Edmund Joensen boðar frá, at hann ikki stillar upp aftur, boðar abbadóttir hansara, Anna Falkenberg, frá, at hon fer at stilla upp til komandi fólkatingsval fyri Sambandsflokkin. 

- Tað gleðir meg nógv, at hon ynskir at fylgja í mínum fótasporum, og eg kann næstan ikki ímynda mær ein betri skikkaðan persón til starvið. Anna hevur fingið politikk inn við móðurmjólkini og hevur verið virkin í politikki, síðani hon var heilt ung. Eg ivist tí onga løtu í, at hon fer at røkja starvið sera væl, og at hon fer at halda fram við tí semjusøkjandi leistinum, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur lagt fyri dagin. Í seinasta enda er tað sjálvsagt upp til veljaran, hvør kemur á Fólkating, men eg kann bert mæla til at atkvøða fyri Annu, tá val verður, sigur Edmund Joensen.

Anna Falkenberg er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur síðani fólkatingsvalið í 2019 arbeitt á skrivstovuni hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi.

- Tað er ikki øllum unt at sleppa at arbeiða saman við abba sínum eitt heilt valskeið, og eg kundi ikki ynskt mær ein betri lærumeistara. Nú hevur hann so boðað frá, at hann fer at takka fyri seg. Hetta havi eg størstu virðing fyri, hóast tað er við sorgblídni, at okkara tíð á Fólkatingi saman skjótt er av. Avgerðin um at stilla upp til Fólkatingi hevur ikki verið løtt, men nú er hon tikin, og eg gleði meg til valstríðið av álvara byrjar. Tað eru stórir skógvar at fylla út, bæði so og so, men í fall eg verði vald inn, ætli mær at halda fram við tí semjusøkjandi andanum, sum vit hava fingið so nógv týdningarmikil mál gjøgnumførd við, sigur Anna Falkenberg. 

Lívsrensl hjá Edmundi Joensen:

Á Fólkatingi:

- Fólkatingslimur frá 5. juni 2019
- frá 2007 – 2015
- frá 1994 – 1998 har hann ikki tók sæti, tí hann var løgmaður.

Á Fólkatingi er Edmund formaður í Føroyanevndini og næstformaður í Arktisku Delegatiónini. Harafturat er hann limur í Det Udenrigspolitiske Nævn, í Grønlandsnevndini og í Norðurlandaráðnum

Í Løgtinginum:

- Løgtingsformaður frá 2002-2008 
- Tingbólkaformaður hjá Sambandsflokkinum frá 1998-2002 og frá 1990-1994. 
- Løgmaður frá 1994-1998
- Formaður í Sambandsflokkinum 1991-2001
- Løgtingslimur fyri Sambandsflokkin 1988-2011 og aftur frá 2015-2019

Í vinnulívinum:

- Stjóri í O.C. Joensen, 1970-1994.
- Virkisleiðari í Pf. Fiskaaling á Oyrarbakka, 1978-1990

Viðurkenningar
Edmund Joensen gjørdist riddari av Dannebrog í 1995, riddari av 1. stigi av Dannebrog í 1997 og fekk kommandørkrossin av Dannebrog í 2005.

Edmund Joensen er 77 ára gamal og giftur við Edfríð Joensen. Tey bæði búgva á Oyrarbakka.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2022

5

Størv

Arbeiðsfólk til kassavirkið á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. november 2024

Juniormeistari til Smyril Line

Meira Umsóknarfreist: 31. desember 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

1. og 2. stýrimaður til Smyril Line

Meira Umsóknarfreist:

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Heilsuhjálparar til Heimarøktina í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Skipanarumsitari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

KJ søkir elektrikara og/ella automatikmekanikara

Meira Umsóknarfreist: 15. november 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024
6 Leygardagur 28. mai 2022

Bjargaðu sluppunga í evstu løtu

Tórshavnar sløkkilið bjargaði Havalduni, sum lá við flótibrúnna úti í Bakka

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var upp á eitt hangandi hár, at sluppungin Havaldan, sum lá við flótibrúnna úti á Bakka, ikki sakk fyrrapartin fríggjadagin.

Tórshavnar sløkkilið kom við pumpum, og tað gekk akkurát at pumpa so mikið, at báturin fekst uppaftur. Báturin hevði stóra slagsíðu, og har manglaði ikki nógv í, so sakk báturin.

Havaldan er bygdur sum sleipibátur í 1919. Tað var Laurits Debes, ella Laurits í Mortansstovu, sum hann varð róptur, sum bygdi hann til Søren Müller.

Magnus Hansen, ein av eigarunum, upplýsir at hann hevur átt bátin í hálvan triðja mánað. Tá hann var umborð í gjárkvøldið, var alt sum tað skuldi vera.

Báturin er keyptur við tí endamáli at varðveita hann.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2022

7
Leygardagur 28. mai 2022

Nýggja Sandshavið komið til Føroya

Nýggja Sandshavið, sum er keypt úr Íslandi kom farna vikuskiftið til Føroya

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Talan er um eitt frystilínuskip, sum skal avloysa undanfarna Sandshavið, sum er eitt ísfiskalínuskip.

Nýggja skipið er 47,7 metrar langt og 9 metrar breitt, meðan Sandshavið er 34 metrar langt og 7,5 metrar breitt.

Skipið, sum fær navnið Sandshavið klárar at frysta 20 tons um samdøgrið, og tað gevur munandi betri umstøður at reka fiskiskap, enn tað ger í løtuni.

Eitt nú kunnu túrarnir í Grønlandi og Íslandi vera longur, og nýggja skipið kann eisini fara á Flemmish Kap.

Nýggja Sandshavið er sama slag sum Vesturhavið, Eivind og Jákup B, men eins og við Jákupi B, er nýggja Sandshavið longt, síðani tað var bygt. 

Skipið er keypt fyri umleið 17 milliónir krónur, og áðrenn skipið fer til fiskiskap undir føroyskum flaggið skulu ymsar dagføringar gerast hjá Mest. Hettta arbeiðið fer væntandi at taka ein mánaða.

[object Object]
Nýggja Sandshavið við bryggju í Havn mánadagin. Frammanfyri er gamla Sandshavið, sum nú hevur broytt navn til Sandsvág (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Sí eisini: Myndir: Tóku ímóti nýggja skipinum á Sandi

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2022

8 Leygardagur 28. mai 2022

Sáttmálasemja við arbeiðarafeløgini

Partarnir undirskrivaðu nýggjan tvey ára sáttmála mikudagin

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Semja varð seinnapartin mikudagin funnin um nýggjan tvey ára sáttmála millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað ljóðaði annars fyrr um dagin, at langt varð ímillum partarnar, sum í fyrstu syftu høvdu vrakað uppskotið um semju frá semingsmonnunum.

Men stutt eftir kundi Føroya Arbeiðarafelag boða frá á netinum, at semingsuppskotið varð góðtikið. Uppskotið gevur arbeiðarafeløgunum eina grundlønarhækking á 9,66 krónur yvir tvey ár umframt at viðbøturnar fyri starvsaldur hækka.

Viðbótin fyri hægsta starvsaldur verður nú 8 prosent eftir 11 árum, og hinar viðbøturnar hækka eisini umframt at tíðarskeiðið nær tær verða latnar verður styttri.

- Sum heild eru vit nøgd við lønarhækkingina. Hækkaðu starvsaldursviðbøturnar gera, at vit klára at halda stand í mun til prísvøksturin, skrivaði arbeiðarafelagið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2022

9 Leygardagur 28. mai 2022

Sáttmálin undirskrivaður til Fámjinstunnilin

Mikudagin varð sáttmálin millum Landsverk og J&K Petersen um arbeiðið at gera tunnil og vegirnar til nýggja Fámjinstunnilin, undirskrivaður

Uni Rasmussen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki og Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen (Mynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mikudagin varð sáttmáli til nýggja Fámjinstunnilin undirskrivaður.

Tað vóru Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk og Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, sum skrivaðu undir sáttmálan.

Hetta hendi á lítlari samkomu á Landsverki, har fólk sum hava arbeitt við verkætlanini vóru hjástødd, umframt at Uni Rasmussen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, eisini var til staðar.

Fámjinstunnilin verður umleið 1.200 metrar langur, við tveimum breytum. Tunnilin fær alla ta kravdu trygdarútgerðina, ið ein tílíkur tunnil skal hava í dag, skrivar Landsverk.

Tað er LBF, ið hevur staðið fyri prosjekteringini av verkætlanini.

Avtalan við J&K Petersen er á umleið 150 milliónir krónur, men samlaði kostnaður fyri alla verkætlanina er mettur at vera 207 milliónir krónur.

Seinni í ár er ætlanin at bjóða el-arbeiðið í tunlinum út, ið er alt arbeiðið, við eitt nú ljósum og trygdarskipanini.

Ætlanin er at arbeiðið byrjar sum skjótast á plássinum í Ørðavík, har J&K Petersen fyrst byrjar at grava av fyri vegnum, ið skal ganga fram til tunnilsmunnan. Eftir ætlan byrjar sjálvt tunnilsarbeiðið seinni í ár, og øll verkætlanin skal eftir ætlan vera liðug miðskeiðis í 2024, skrivar Landsverk.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2022

10 Leygardagur 28. mai 2022

Klárt at yvirtaka farsóttarøkið

Lógaruppskotini um yvirtøku av farsóttarmálsøkinum verða nú send til hoyringar, og stingur onki óvæntað seg upp, verður málsøkið á føroyskum hondum 1. mai næsta ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Embætisfólkini í Heilsumálaráðnum og á Løgmansskrivstovuni eru nú, í samstarvi við danskar myndugleikar, liðug at fyrireika yvirtøkuna av farsóttarmálsøkinum. Lógaruppskotini verða send til hoyringar hjá viðkomandi pørtum, og hoyringstíðin verður tær vanligu fýra vikurnar.

Yvirtøkan kann sostatt leggjast fyri tingið, beinanvegin tað kemur saman aftur eftir ólavsøku og verða avgreidd úr tinginum í heyst.

Endamálið við lógaruppskotinum er formliga at yvirtaka farsóttarmálsøkið. Við uppskotinum fáa føroyskir myndugleikar lóggávuvaldið og útinnandi valdið á málsøkinum. Farsóttarmálsøkið fevnir m.a. um tey viðurskifti, sum umrødd verða í “anordning nr. 655 af 14. juni 2011 om ikrafttræden for Færøerne af lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme” og í donsku epidemilógini.

Farsóttarøkið fevnir um øll tey viðurskifti í tí føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt, um so er, at tey ikki verða flokkað undir eitt annað málsøki, sum ikki er yvirtikið.

Yvirtøkumál er málsøkið hjá løgmanni, og tí er tað eisini løgmaður, sum formliga leggur yvirtøkuuppskotið fyri Løgtingið.

Men tá málsøkið er yvirtikið, kemur tað undir ræðið hjá landsstýrismanninum við heilsumálum. Umsitingarliga er í hvussu er ætlanin, at tær uppgávur, sum landslæknin í dag hevur við støði í donsku farsóttarlógini, verða lagdar út til nýggja Fólkaheilsustýrið, sum fer at virka á nýggjárinum. Fólkaheilsustýrið verður stovnur undir Heilsumálaráðnum.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, tók stig til yvirtøkuna av farsóttarmálsøkinum, tá hann bar ynski fram um hetta á landsstýrisfundi í november í fjør.

– Eg eri stórliga fegin um, at fyrireikandi arbeiðið hevur gingið so væl, og at vit nú fáa fult ræði á hesum málsøkinum. Hóast tað gekk væl undir koronufarsóttini, gjørdust vit varug við, at tað hevur fyrimunir fyri tilbúgvingina og handfaringina av slíkum støðum, at allur avgerðarrætturin er á føroyskum hondum, soleiðis at skjótt verður borið at, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum í tíðindaskrivi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2022

11 Leygardagur 28. mai 2022

Eitt umskiftiligt ár hjá Posta við methøgari sølu

Árið var ferðmikið, umskiftiligt og var merkt av bæði broytingum í marknaðarrákum og av koronu. Rakstraravlopið er 13 milliónir krónur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Posta hevur kunngjørt ársroknskapin fyri 2021. Aftur í 2021 hevði Posta vøkstur í søluni, sum var 127 mió. kr., ið er mesta søla, Posta hevur havt, síðan felagið gjørdist partafelag. Rakstraravlopið er 13 milliónir krónur, sum svarar til gott 10 prosent av søluni. Úrslitið áðrenn skatt er 3,4 milliónir krónur. 

- Farsóttin hevur meira enn nakað annað varpað ljós á virðið í virkseminum hjá Posta og tann leiklutin, Posta hevur í at knýta húski, fyritøkur og stovnar saman heima og úti í heimi. Árið hilnaðist samanumtikið væl. Sølan setti met, og úrslitið er nøktandi, sigur Joel undir Leitinum, stjóri.

Marknaður í broyting
Marknaðurin er í metskjótari broyting. Seinastu árini hava serliga talgildingin og korona gjørt seg galdandi:

- Fyri Posta merkir tað, at viðskiftafólk bíleggja enn meira til dyrnar, og at fraktvirksemið veksur. Hinvegin minkar talið av brøvum eins og fløskuhálsar í framleiðslu og flutningi úti í heimi ávirka keyps- og flutningsmynstrið innan postflutning, sum heild, sigur stjórin.

Úrslitini í árinum prógvaðu, at kósin, sum Posta hevur sett, er við til at brynja samtakið til framtíðina. Posta ger íløgur í talgilda tænastumenning, í økt fraktvirksemi og í framhaldandi at vera best og fyrstaval hjá viðskiftafólki. Í árinum gjørdi Posta stór framstig á fleiri økjum, sigur Joel undir Leitinum og leggur afturat:

- Tað er enn potentiali at gera tað betri. Tað er týdningarmikið, at Posta fylgir við tørvinum hjá viðskiftafólkum og broytingum í marknaðinum, arbeiðir áhaldandi við sunnum, effektivum rakstri og setir ferðina upp innan grøna orkuskiftið. Á tann hátt brynja vit Posta til framtíðar avbjóðingar.

Nevndin í Posta er soleiðis mannað: Joen Magnus Rasmussen, nevndarformaður, Reidar Nónfjall, næstformaður, Gudny Langgaard, Guðrið Højgaardog starvsfólkaumboðini Jóannis Iversen og Steinvør Jacobsen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2022

12 Leygardagur 28. mai 2022

OY í dós útselt

Nýggjasta føroyska ølið fæst einans úr kagga á skeinkistøðum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Tað hevur gingið so væl hjá okkum, at succes’in er vorðin ein trupulleiki. Trupulleikin er, at vit klára ikki at levera til øll tey, sum vilja hava fatur á okkara bryggi.

Soleiðis sigur Petur Petesen, stjóri á bryggjarínum OY, nú tað mikudagin frættist, at OY í dósum ikki eru til at uppdríva í rúsum og handlum í landinum. Heldur ikki í egnu útsøluni hjá bryggjarínum á Hálsi í Havn.

- Tað er rætt, at tað ikki eru fleiri dósir eftir, og vit hava ikki havt møguleika at tappa samsvarandi eftirspurninginum. Men vit bryggja við fullari styrki, og tað tekur nakrar dagar til ølið er liðugt lagrað. Í løtuni hava vit úr at gera bara við at halda tørn, so at kranarnir á skeinkistøðunum ikki gerast tómir fyri øli frá OY, sigur Petur Petersen, eisini róptur Petur Øl.

Hann sigur, at tey royna at halda avtalurnar um levering av kaggum, sum gjørdar eru við skeinkistøðini. So tað verður neyvan fyrr enn í næstu viku, at støða verður tikin til, nær farast kann undir at tappa bryggið í dós aftur.

So enn ber til at fáa fatur á einari Oynari Oy, men ikki í dós.

- Vit hava eisini nóg mikið av øli í kranunum hjá okkum her á bryggjarínum, leggur Petur afturat.

Eftir stóra upplatingartiltakið seinasta fríggjadag og langt út á kvøldi, byrjaði matstovan og barrin hjá OY virki sítt í á bryggjarínum, og kundastreymurin hevur verið støðugur. Tað vísir seg, at staðið er ógvuliga vælumtókt hjá teimum nógvu, sum hava sín arbeiðsdag á Hálsi at koma til døgurða um dagin – eisini hóast ongin øl verður keypt afturvið. 

[object Object]
Petur "Øl" Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2022

13 Leygardagur 28. mai 2022

Ungfólk mugu finna sær annað arbeiði

Fyri ikki at kappast við privatu vinnuna um avmarkaðu arbeiðsmegina, hevur býráðið í Havn tikið avgerð um ikki at skipa fyri Ung í arbeiði í summar

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá arbeitt var við fíggjarætlanini fyri 2022 gjørdi Tórshavnar býráð av, at tiltakið Ung í arbeiði ikki verður í ár. 

Ung í arbeiði varð upprunaliga sett í verk, tá tað var trupult hjá ungum at finna sær eitt arbeiði í summarfrítíðini, og soleiðis sleppa at royna seg í arbeiðslívinum.

Tiltakið hevur øll árini verið vælumtókt, men støðan á arbeiðsmarknaðinum er ein heilt onnur nú, enn tá tiltakið byrjaði, sigur Tórshavnar kommuna.

Í dag starvast nógv ung í síni frítíð í m.a. handils- og matstovuvinnuni. Og nú støðan við Korona er broytt, er væntandi, at ferðavinnan tekur dik á seg aftur, og fer hetta at hava við sær ein vaksandi tørv á arbeiðsmegi í summar. Fyri ikki at kappast við privatu vinnuna um avmarkaðu arbeiðsmegina, gjørdi býráðið tí av ikki at skipa fyri tiltakinum Ung í arbeiði í 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2022

14 Leygardagur 28. mai 2022

Fyrstu ferð eitt ferðamannaskip vitjaði í Funningi

Ferðafólkini vóru sigld inn á lendingina í Funningi við smærri bátum, og kundu uppliva mangt og hvat í bygdini. Ein væl eydnað cruise-vitjan, sigur Runavíkar Havn

(Mynd: Runavíkar Havn)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farna fríggjakvøld kom ferðamannaskipið Ocean Adventurer inn á Funningsfjørð. Tíðliga leygarmorgunin vórðu ferðafólkini sigld inn á lendingina í Funningi við skjóttgangandi gummibátum. Ferðafólkini, 80 í tali, vóru úr USA, Kanada og Australia.

Hetta skrivar Runavíkar Havn á heimasíðuni.

Bygdafólkið í Funningi hevði saman við Visit Runavík og Runavíkar havn fyrireikað vitjanina og skipað fyri alskyns lokalum upplivingum. Millum annað kafé, sølu av minnislutum, sálmasangi í kirkjuni, søguligari framsýning, spákingartúrum í bygdini við ferðaleiðara, føroyskum dansi og gongutúri niðan á Hvíthamar við staðbundnum ferðaleiðara. Sonevndu "Ask me" genturnar hjálptu væl til við at leiðbeina og geva ferðafólkunum skrá og kort yvir bygdina.

Í kirkjuni handaði umboð frá skipinum bygdini eina gávu. Runavíkar havn handaði somuleiðis skipinum ein platt úr føroyskum gróti.

Ein sera væl eydnað vitjan, staðfestir Runavíkar Havn.

- Slíkar vitjanir verða skipaðar eftir einum serstøkum leisti, har høvuðsfyriskipararnir leggja stóran dent á at tryggja sær eitt sosialt burðardygt tiltak, sigur Runavíkar Havn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2022

15 Leygardagur 28. mai 2022

Níggju verkætlanir fingið stuðul til gransking

32 umsóknir um stuðul komu inn, og varð søkt um slakar 25 milliónir krónur – játtanin er 7,5 milliónir

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Níggju verkætlanir hava fingið tilsamans góðar átta milliónir krónur í stuðli frá Granskingarráðnum.

32 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar, og søkt varð um slakar 25 milliónir krónur, og er  játtanarparturin sostatt um 30 prosent, skrivar heimasíðan hjá Granskingarráðnum.

Helmingurin av játtanini er latin til ph.d.-verkætlanir.

Tað er faknevndin fyri stuðli til gransking, sum hevur gjørt av, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast. Tey hava grundað avgerðirnar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.

7,5 milliónir krónur vóru tøkar á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til gransking í ár, og játtanin hevur verið óbroytt í fleiri ár. Avlop frá lidnum og steðgaðum verkætlanum varð játtað aftur.

Verkætlanir, sum hava fingið stuðul

Knút Háberg Eysturstein: "Hugtakið um tað føroyska í tónleikaútbúgving - tingingar um samleika og siðvenjufatanir" - Ph.d. verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 1.006.554

Heidi S. Mortensen: "Æðrakálking og hjartasjúkdómalæra av aldum laksi í Føroyum" - Ph.d. verkætlan á Fiskaaling - kr. 994.411

Jens Chr. Svabo Justinussen: "Resiliensur og samfelagsstýring undir COVID-19 farsóttini í Føroyum - ein djúpdarkanning av kreppuleiðslu og skipan í kommunala geiranum" - Ph.d. verkætlan á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 1.094.580

Torstein D. H. Balle: "Sniðgeving av hitaskipanum til sethús, sum vísir bestu nýtslu av varandi orku og evni at virka eftir treytum, ið føroyska orkuskipanin ásetir" - Ph.d. verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 861.005

Maria Skaalum Petersen: "Føroyskir innflytarar í Danmark – sosial og heilsulig perspektiv" - Verkætlan á Deplinum fyri Heilsugransking á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 998.076

May-Britt Skoradal: "Kropslig venjing og kostbroytingar sum viðgerð av typu 2 diabetes" - Verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 660.000

Agnes-Katharina Kreiling: "Broytingar í føði og lívssøgu hjá bleikjum og sílum í føroyskum vøtnum" - Verkætlan á Tjóðsavninum - kr. 975.837

Jónrit Halling: "FarGen-PGx: Samanrenningin millum ílegur og ymisk sløg av heilivági í føroysku populatiónuni" - Verkætlan á Ílegusavninum og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya" - kr. 435.770

Sunnvør í Kongsstovu: "Startskotið til genomatlasið fyri føroyska vistfrøði" - Verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya - kr. 1.030.072

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2022

16
Leygardagur 28. mai 2022

Vinnuligar fiskiroyndir: Seks umsøkjarar fingu part av svartkjaftakvotuni

Átta umsóknir um tilsamans 24.350 tons komu inn, men tvær vórðu ikki gingnar á møti

(Mynd: Fiskimálaráðið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2022 eru 7.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotuni var fríggjadagin 8. apríl, og Fiskimálaráðið fekk átta umsóknir um part av kvotuni. Tilsamans varð søkt um 24.350 tons.

Fiskimálaráðið boðar frá, at tað eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna hevur játtað seks umsøkjarum tey 7.000 tonsini, sum vóru tøk. Tvær umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum. 

Av teimum átta umsóknunum um part av tøku svartkjaftakvotuni, ið eru gingnar á møti, eru tríggjar til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka svartkjaftin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu.

Tríggjar umsóknir eru latnar til reiðarí / skip. Í tveimum førum er talan um at gera royndir við trolútgerðini, har roynt verður at tillaga trolini, so at minni orka skal nýtast, fráskiljing av hjáveiðu verður betri, samstundis sum bøtt verður um veiðuevnini og góðskuna á fiskinum. Í tí eina førinum skulu royndir gerast við at nýta serstakt viðgjørdan sjógv til at reinsa tangarnar.

Fyri allar játtanirnar er galdandi, at svartkjafturin skal virkast á virkjum á landi og nýtast til vørur, sum verða meir mentar.

Tær tvær umsóknirnar, ið ikki vórðu gingnar á møti, vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirðið, skrivar Fiskimálaráðið.

Tey, sum fingu játtan, vóru:

  • Pf. Faroe Marine Products: 1.250 tons
  • Pf. Hvamm: 1.000 tons
  • Pf. Driftin: 1.000 tons
  • Pf. Vestmanna Fiskavirki: 1.000 tons
  • Pf. Næraberg: 2.000 tons
  • Pf. Varðin Pelagic: 750 tons

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2022

17
Leygardagur 28. mai 2022

Akraberg skal avloysa fyrrverandi Stellu Kristinu

Fyrrverandi verksmiðjutrolarin Akraberg, sum er seldur av landinum, skal undir íslendsk flagg

Akraberg er seldur til Íslands (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Skipið, sum er selt til eitt felag hjá Samherja, skal sum skilst avloysa Snæfell, sum er ein eldri trolari hjá Samherja.

Heilt nágreiniligt er Snæfell bygdur í 1968, og hesin trolarin er fyrrverandi Stella Kristina, sum bleiv upphøgdur í 2019.

Fyrrverandi Akraberg, sum verður avloystur av einum nýbygningi, sum verður handaður Framherja síðst í juni mánaða, er bygdur í 1994, og er tí heili 34 ár yngri enn gamli Snæfell, sum nú verður avloystur.

Akraberg, sum skipið framvegis kallast, liggur í Frederikshavn, har broytingar skulu gerast í verksmiðjuni áðrenn skipið fer til Íslands, har nýggju eigararnir skulu yvirtaka skipið.

Stella Kristina, hevði heimstað í Føroyum fram til 1973.

[object Object]Snæfell avmyndaður beint áðrenn skipið verður upphøgt

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2022

18 Leygardagur 28. mai 2022

Hymir - føroyskur drekka- og matfagnaður í Vági

Leygardagin 4. juni verður skipað fyri drekka- og matfagnaði í gamla býlinginum á Gørðunum í Vági, sum Biskupskelda og Matkovin skipa fyri

Tiltakið fer fram í søguliga økinum á Gørðunum í Vági
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygardagin 4. juni verður skipað fyri hugnaligum drekka- og matfagnaði í gamla býlinginum á Gørðunum í Vági.

Tað eru suðuroyarfeløgini, Biskupskelda og Matkovin, sum í felag hava tikið stig til staðbundna tiltakið.

Seinastu árini er talið av fyritøkum, sum framleiða staðbundnar drykki- og matvørur, økt, og staðfestast kann, at altjóða rákið við øktari virðing fyri staðbundu vørunum, eisini er komið til Føroyar. Staðbundna framleiðslan hevur stóran týdning fyri mentan, búskap og umhvørvi føroyinga, og tí fegnast fyriskipararnir um jaligu gongdina og broytta hugburðin.

Hymir er heitið á staðbundnum drekka- og matfagnaði, har føroyskar hágóðskuvørur eru í miðdeplinum. Tiltakið fer fram í søguliga økinum á Gørðunum í Vági, har søguliga fyritøkan, A/S J. Dahl á Gørðunum fór undir virksemi í 1860’unum. Í meira enn 125 ár var økið miðdepilin fyri virkseminum hjá fyritøkuni, men í dag er økið vorðið mentanarligur og handilsligur miðdepil. Í hugnaliga økinum á Gørðunum húsast handil, matstova, kafé, gallarí, mentanarhús, søvn og smábryggjarí.

Hymir hevur eina fjølbroytta skrá við alskyns tættum, ið fagna staðbundnari framleiðslu. Talan verður m.a. um savnandi máltíðir við staðbundnum rávørum, øl- og vínsmakking, sølu, fyrilestrar, framsýning, bálhúgna og konsert við fólkatónleikara.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2022

19 Leygardagur 28. mai 2022

Andras Marr nýggjur stjóri á Akstovuni

Andras er 51 ára gamal og úr Hoyvík. Hann er útbúgvin politistur og hevur BA í løgfrøði. Harumframt hevur hann tikið leiðsluútbúgving

(Mynd: KVF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fíggjarmálaráðið hevur sett Andras Marr sum nýggjan stjóra á Akstovuni.

Andras hevur drúgvar leiðsluroyndir frá politinum, bæði sum vaktleiðari og linjusjef. Andras hevur eisini verið sýslumaður. Seinastu árini hevur hann verið tilbúgvingarsamskipari í Fiskimálaráðnum.

Andras er 51 ára gamal og úr Hoyvík. Hann er útbúgvin politistur og hevur BA í løgfrøði. Harumframt hevur hann tikið leiðsluútbúgving.

Andras byrjar væntandi í starvinum eftir summarfrítíðina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2022

20 Leygardagur 28. mai 2022

Annfinn Hjelm settur fíggjarleiðari í Fuglafjarðar kommunu

45 ára gamli Annfinn Hjelm byrjar í starvinum 7. juni

(Mynd: Fuglafjarðar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Týskvøldið tók Fuglafjarðar býráð avgerð um at seta Annfinn Hjelm í starvið sum fíggjarleiðari í Fuglafjarðar kommunu.

Annfinn Hjelm er 45 ára gamal, og hann hevur útbúgvig sum búskaparfrøðingur og master í leiðslu. Hann hevur eisini drúgvar royndir sum fíggjarleiðari frá ymiskum størvum í Føroyum, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Annfinn Hjelm byrjar í starvinum sum fíggjarleiðari 7. juni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2022

21 Leygardagur 28. mai 2022

Eyðun Húsgarð nýggjur leiðari í Svimjihøllini í Gundadali

Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir úr vinnulívinum, og hevur hann eisini verið varaleiðari í svimjihøllini eitt tíðarskeið umframt arbeitt sum lívbjargari

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Týsdagin setti Tórshavnar kommuna Eyðun Húsgarð í starv sum leiðara fyri Svimjihøllina í Gundadali.

Um Eyðun Húsgarð skrivar kommunan, at hann hevur drúgvar leiðsluroyndir úr vinnulívinum, og hevur hann eisini verið varaleiðari í Svimjihøllini eitt tíðarskeið umframt arbeitt sum lívbjargari.

Eyðun er eisini kendur í felagsumhvørvinum bæðí í Havnar Svimjifelag og Svimjisambandi Føroya.

Svimjihøllin í Gundadali, sum hevur umleið 160.000 vitjandi árliga, verður í løtuni bygd út við langhyli og vælveruøki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2022

22 Leygardagur 28. mai 2022

Høvuðsstaðurin fingið nýggjan ferðavinnupolitikk

Tórshavnar kommuna skal m.a. stremba eftir at gerast evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 2030

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tórshavnar býráð samtykti í vikuni nýggjan ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu, sum fevnir um árini 2022 til 2026.

Ferðavinnupolitikkurin hevur heitið, “Fólk og ferðavinna lið um lið”, og fevnir um tilsamans 26 átøk, sum mælt verður til at fremja komandi árini. Kjarnin í politikkinum er, at tað fyrst og fremst skal vera gott at búgva í Tórshavnar kommunu, og at kommunan altíð skal stremba eftir, at lokali trivnaðurin og ferðavinnan ganga hond í hond.

Tórshavnar kommuna skrivar soleiðis um ferðvinnupoltikkin:

Vinnuferðandi og ítróttur

Árøkini eru býtt í tríggjar høvuðspartar.

Fyrsti parturin eru átøk, sum miða eftir at skapa javnvág millum búgvandi og vitjandi. Kommunan skal m.a. leggja seg eftir at fáa fleiri vinnuferðandi og altjóða ítróttartiltøk hendanvegin, tí hesir ferðavinnubólkar kasta lutfalsliga nógv av sær.

Neyðugt er at skipa fleiri ferðavinnuútbúgvingar í høvuðsstaðnum, samskiftið millum kommunu og ferðavinnu skal styrkjast, útvegast mugu neyvari ferðavinnuhagtøl, og hjúklast skal um bygdirnar og smærru ferðavinnuaktørarnar í kommununi.

Kveikjandi mentan

Annar parturin er um at skapa góðar karmar um eitt kveikjandi mentanarlív, sum bæði gagnar borgarunum og dregur ferðandi at sær.

Millum átøkini her eru, at Tórshavnar kommuna skal stremba eftir at gerast evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 2030. Hetta fer at geva listaumhvørvinum spennandi avbjóðingar og ger bæði Havnina og Føroyar sum heild til eitt áhugavert ferðamál. Eisini skal kommunan stuðla Koltursætlanini og sostatt vera við til at menna gransking og ferðavinnu í oynni.

Grønari ferðamál

Í triðja parti eru átøk, sum skulu gera høvuðsstaðin til eitt grønari ferðamál. Til dømis skal meira ferð setast á grøna orkuskiftið í kommununi, og gistingarhús og matstovur skulu eggjast til at fáa sær sertifisering fyri burðardygd. Kampingplássið skal leggja um til grøna orku, og kommunan skal útvega tjaldingarøki, sum hóskar serliga væl til barnafamiljur.

Ein arbeiðsbólkur hevur síðan í heyst arbeitt við ferðavinnupolitikkinum. Við støði í m.a. samrøðum og fundum við borgarar, vinnulív, staðbundnar nevndir og onnur hevur bólkurin orðað ferðavinnupolitikkin og átøkini, sum eiga at verða framd árini 2022-2026.

Skapar lív og inntøkur

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur soleiðis um nýggja politikkin:

- Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri høvuðsstaðin. Hon er við til at skapa lív og trivnað og gevur góðar inntøkumøguleikar hjá bæði smáum og stórum vinnurekandi kring um í allari kommununi.

- Við nýggja ferðavinnupolitikkinum hava vit eitt gott amboð at skapa bestu karmar um ferðavinnuna, soleiðis at hon kann vera til enn størri gagn hjá vinnurekandi og borgarum sum heild.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2022

23 Leygardagur 28. mai 2022

Suðuroyarleiðin uttan Smyril í fimm vikur

Í heyst skal Smyril til eftirlit, og verður væntandi tikin úr sigling miðskeiðis í august og fimm vikur fram

(Savnsmynd: Bjartur Vest)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Skipið, sum Strandferðslan hevur útvegað til suðuroyarleiðina, Herjolfur III, fær úr at gera í heyst.

Smyril skal nevniliga til eftirlit 16. august og fimm vikur fram, sigur Strandferðslan á heimasíðuni.

Eftir ætlan byrjar Smyril at sigla aftur á Suðuroyarleiðini fyrstu vikuna í oktober.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2022

24 Leygardagur 28. mai 2022

Legði krans á gravirnar hjá bretsku hermonnunum

Skotski ráðharrin, Iain Stewart, hevur verið á vitjan í Føroyum, og mikudagin mintist hann saman við øðrum bretsku hermenninar, sum liggja grivnir í kirkjugarðinum við Velbastaðvegnum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Skotski ráðharrin Iain Stewart umboðar “Parliamentary Under Secretary of State in the Scotland Office” í bretsku stjórnini. Saman við honum vóru sjey politiskir ráðgevar, miðlaráðgevar, skrivarar og umboð fyri bretsku sendistovuna í Keypmannahavn á vitjan í Føroyum.

Í sambandi við vitjanina, var ein av uppgávunum at leggja krans á gravirnar hjá teimum bretsku hermonnunum í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.

Til staðar vóru eisini Thomas H. Dam, bretskur konsul í Føroyum. Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri, umboðaði Tórshavnar kommunu.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2022

25 Leygardagur 28. mai 2022

Ætlanin við Løðhamar gerst veruleiki

Arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu hava ruddað og fríðkað um gamla fiskaplássið á Løðhamri í Vági, og ætlanin er at gera gamla fiskaplássið til eitt søguligt mentanarøki

(Mynd: Vágs kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinastu tíðina hava arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu ruddað og fríðkað um gamla fiskaplássið á Løðhamri í Vági.

Har eru nú beinkir settir upp og stoyptur er kantur framvið sjóvarmálanum. Ætlanin er eisini at gera gøtu oman og ein pall/bátabrúgv framvið sjónum.

Ætlanin er at fáa ein part av fiskaplássinum á Løðhamri klárt til Jóansøku, sum verður í Vági í ár, skrivar Vágs kommuna, sum hevur sett 400.000 krónur av í ár til nýskipan av fiskaplássinum.

Arbeiðið er nú væl í gongd, har ætlanin er at gera gamla fiskaplássið til eitt søguligt mentarnarøki. Eisini er ætlanin at gera íbúðir á vestara partinum av økinum, og er áhugi fyri hesum, nú útbjóðingartilfarið til íbúðirnar hevur ligið alment frammi, skrivar kommunan.

Sambært Levi Mørk, ið er formaður hjá mentamálanevndini hjá Vágs kommunu, gevur fiskaplássið longu nú møguleikar fyri ymiskum mentanarligum tiltøkum, og tað kann gerast enn betri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2022

26 Leygardagur 28. mai 2022

Byggja brýr millum deyv og hoyrandi

Privat tilboð til almennu skipanina fer vónandi at gera tað smidligari og lættari at fáa teknmálstulking, tá tørvur er á tí

Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hóast teknmál varð viðurkent sum sjálvstøðugt mál í Føroyum í 2017, er framvegis langt eftir á mál, fyri at tryggja deyvum nøktandi atgongd til samskifti og tænastur í gerandisdegnum. Hetta hava Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen sett sær fyri at gera nakað við, og gera tað lættari og smidligari hjá deyvum og fyriskiparum at fáa fatur á tulking. Við teknmálsfyritøkuni Tekna hava tær undirvísing og skeið í teknmáli, men hava nú víðkað virksemið til eisini at fevna um teknmálstulking.

Sum deyvur hevur tú javnan brúk fyri tulking í gerandisdegnum, tað verið seg til foreldrafundir, starvsfólkafundir, lækna, undirvísing, próvtøkur ella samskifti við myndugleikar og stovnar. Í dag er almenna tulkatænastan hjá Almannaverkinum stórt sæð einasti møguleiki fyri at fáa teknmálstulking, og har uppliva deyvu borgararnir í Føroyum ofta, at tað er trupult at fáa neyðugu tænastuna, tí tulkar ikki eru tøkir.

- Við einum privatum ískoyti til almennu skipanina, fer tað vónandi at vera smidligari og lættari at fáa tulking, tá ið tørvur er á tí, sigur Edny Poulsen.

Stórur tørvur á tulking

Tær báðar vísa á, at í seinastuni hevur tað verið politiskt frammi, at øll eiga at hava atgongd til almenna kunning hjá fyritøkum og stovnum, bæði hjá landi og kommunu.

Men hóast hetta, er framvegis ovurhonds stórur tørvur á teknmálstulking millum stovnar, kommunur, fyritøkur og deyvar borgarar. Tær báðar vísa á, at hetta serliga er galdandi, tá tað kemur til kunningartilfar og heimasíður, har deyv ofta eru fullkomiliga yvirsædd. Har eigur alt viðkomandi tilfar og kunning sjálvandi at vera videotulkað, soleiðis at deyv fáa somu atgongd sum øll onnur.

Við nýggju tulkatænastuni ynskja Eyðgunn og Edny at byggja brýr millum deyv og hoyrandi, tí tær trúgva upp á, at øll eiga sama sjálvsagda rætt til samskifti, kunning og upplivingar í gerandisdegnum, eitt nú tað, sum verður sagt á fundum, til próvtøkur, í skúlastovuni, hjá læknanum, í rættinum, á almennum tiltøkum, í sjónvarpinum og nógva aðra staðni.

- Vónandi kunnu vit eisini vera við til at gera teknmálstulking til ein meira sjálvsagdan part, soleiðis at eisini deyvir borgarar og teirra avvarðandi eru tryggjað luttøku í samfelagnum á jøvnum føti við onnur, sigur Eyðgunn Hansen.

Ein føroysk teknmálsorðabók

Eyðgunn og Edny hava síðani 2013 arbeitt við at gera eina føroyska teknmálsorðabók https://fo.signwiki.org. Talan er um eina orðabók, sum støðugt verður ment. Meginparturin av hesum arbeiði hevur verið sjálvboðið.

Tíðindaskriv frá Tekna



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2022

27 Leygardagur 28. mai 2022

Katrin Ottarsdóttir, Ria Tórgarð og Anker Mortensen fáa listafólkaløn í trý ár

22 umsóknir komu inn, og vóru flestu teirra á einum sera høgum listaligum stigi, sigur nevndin í Mentanargrunni Landsins

Katrin Ottarsdóttir er ein av trimum listafólkum, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur tikið avgerð um at veita trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða burturav við bókmentum, myndlist og palllist.

Talan er um Katrin Ottarsdóttir, Anker Mortensen og Jóhannu Mariu (Riu) Tórgarð.

Nevndin í Mentanargrunni Landsins sigur í tíðindaskrivi, at tey fingu 22 umsóknir inn, og tær flestu vóru á einum sera høgum listaligum stigi.

– Torført hevur verið at taka dagar ímillum dygdargóðu umsóknirnar. Samstundis fegnast vit um fjølbroytnið og gróðurin, sum er á teimum ymsu yrkislistaøkjunum.

Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjarum við støði í verkevni ella verkætlan, sum eftir nevndarinnar meting hava listalig og faklig dygdareyðkenni.

Listafólkið skal í einum tríára skeiði arbeiða burturav við síni list. Listafólkalønin svarar til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.

Hetta søgdu faknevndirnar um listafólkini

Katrin Ottarsdóttir: – Katrin Ottarsdóttir, rithøvundur, hevur givið út skaldskap á høgum listaligum stigi. Tað sama eyðkennir tey bæði skaldsøguhandritini, sum eru send við umsóknini um listafólkaløn.... hon granskar á listaligan hátt viðurskifti millum foreldrini og lýsir við sakligari innliving, hvussu hálvvaksna barnið livir við avleiðingunum. Tekstirnir eru merktir av frásagnargleði og kreativum málburði. Umhvørvið er lýst við fáum og sigandi staklutum. Stílurin avmyndar tær mekanismurnar í sinninum, sum verða settar í verk, tá ið tað óynskta hendir.” Faknevndin leggur afturat, at líkindini eru fyri, at verkætlanirnar hjá Katrini “verða lidnar í komandi tríáraskeiði.

Í nevndini sótu Malan Marnersdóttir og Dorit Hansen.

[object Object]

Anker Mortensen: – Vit eru samd um tað høga listaliga stigið, Anker Mortensen er á, og sum hevur gjørt hann til ein av fremstu listafólkum í sínum ættarliði. Samstundis hevur hann á makaleysan hátt megnað at tulkað síni føroysku evni í einum úttrykki, har abstraksjón, fabulering og mystikkur ganga upp í hægri og hugtakandi eind. Í einum verki fyri og øðrum eftir hevur hann í stívliga tjúgu ár dýpt og fínkað sítt úttrykk við stórum fylgjum og einum listaligum stigi, sum hevur vakt ans uttan fyri landoddarnar.

Í nevndini sótu Nils Ohrt og Inger Smærup Sørensen

[object Object]

Jóhanna Maria Tórgarð: – Jóhanna Maria hevur verið sera virkin í sjónleikaraumhvørvinum síðani 1970’ini og hevur drúgvar royndir við sjónleiki og sjónleikaframleiðslu. Í umsóknini er sera væl lýst og nágreinað, hvat 3-ára listafólkalønin verður brúkt til - eitt nú at skapa nýtt føroyskt tilfar til pall og at fáa tilfar frá palli yvir í film. Harumframt horva hennara verkætlanir langt inn í framtíðina, har hugsað verður um at menna ungar leikarar og ætlanir um at skapa karmar um eitt palllistaligt umhvørvi uttan fyri Tórshavn. Verkætlanirnar eru fjølbroyttar og spennandi og hava týdning fyri at menna føroyska palllist.

Í nevndini sótu Marianna Mørkøre og Kristina Sørensen Ougaard.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2022

28 Leygardagur 28. mai 2022

Bárður Dal Christiansen í Gamla Seglhúsinum á Norðoyastevnu

Fernisering var í gjár, og verður framsýningin hangandi uppi allan juni mánaða

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin lat upp listaframssýning við Bárði Dal Christiansen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Framsýningin er opin hongur uppi allan juni mánaða, og tað er ókeypis at vitja.

Norðoyastevnudagarnar er framsýningin opin millum 15 og 19. Í juni er framsýningin opin yrkadagar frá 14 til 17.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2022

29 Leygardagur 28. mai 2022

Anastacia kemur til Føroya

Leygarkvøldið 19. november verður konsert við altjóða formatið í Høllini á Hálsi. Tá kemur heimstjørnan Anastacia til Føroya, og fer at framføra síni mongu hits fyri føroyingum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tú minnist løgini frá 00unum, og tú hoyrir framvegis fleiri av hennara løgum í lurtunum. Tá hitt hennara verða spæld í veitslum, veitst tú, at alt fer at kóka. Við sínum 157cm er Anastacia ikki millum størstu kvinnur í vavi, men rødd hennara er risastór. Hon hevur eina heilt serliga rødd: Eitt sindur hás, eitt sindur snjøll og óvanliga orkumikil. Tú ert ikki í iva, tá tú hoyrir hana syngja, at her er ein serstakliga gávað songkvinna. 

[object Object]

Amerikanska songkvinnan brast á altjóða pallin í ár 2000, tá hon legði heimin fyri sínar føtur við risa hittinum “I´m Outta Love”, sum gjørdi hana til eina veruliga superstjørnu. Komandi árini gav hon út hitt aftaná hitt, og framførdi hon millum annað almenna lagið til HM í fótbólti í 2002 – “Boom” eitur tað. Av øðrum risahittum úr skjáttuni kunnu nevnast “Sick And Tired”, “Paid My Dues”, “One Day In Your Life” og “Why Did You Lie To Me”. 

Í 2004 gav hon út útgávuna “Anastacia” og fyrsta staklagið á útgávuni var “Left Outside Alone” sum fór sum meldur kring allan heim, og rakk hægstu tindar á flest øllum hittlistum. Millum annað lá lagið á fremsta plássi í Evropiska Billboard í samfullar 15 vikur. 

Stutt um Anastaciu
Anastacia varð fødd í 1968. Pápin var sangari og mamman var sjónleikari á Broadway. Hon byrjaði sína yrkisleið sum dansari, og hon var millum annað við í sjónbandaløgum hjá Salt-N-Peppa. Í 1990unum byrjaði hon at gera um seg sum sangari, og gjørdist hon millum annað kórsangari hjá navnframu Paula Abdul. Fyrstu útgávuna sum sjálvstøðug lat hon frá sær í 2000, og gjørdist hon víðagitin og nógv umbiðin beinanvegin. Samanlagt hevur Anastacia latið frá sær 7 útgávur, umframt hópin av stakløgum.

Anastacia hevur havt avbjóðingar við heilsuni. Tvær ferðir hevur hon havt bróstkrabba og aðrar sjúkur hava eisini darvað. Hon hevur gjørt nógv vælgerandi arbeiði í altjóða stríðnum móti krabba, og hevur fingið fleiri viðurkenningar hesum viðvíkjandi. 

Tað eru Eventz.fo sum skipa fyri konsertini. Tað vóru eisini tey, ið skipaðu fyri James Blunt konsertini í fjør, og málið er, at bjóða føroyingum konsertir í heimsflokki. “Fyri okkum er tað ein stórur heiður, at fáa eina so stóra og aktuella heimsstjørnu til Føroya. Hon er nógv umbiðin, og ger framvegis tónleik, og hevur millum annað júst havt ein sang við í filminum American Night”, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í Eventz.fo. Eisini vísir hann á, at nú korona ikki longur avmarkar okkum at savnast, so hava fólk hug og tørv á at koma út til tiltøk.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2022

30 Leygardagur 28. mai 2022

Bellamy Brothers høvuðsnavn á ársins Country- & Bluesfestival

Festivalurin verður á Dungasandi í Sørvági 11. og 12. juni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vælkendu og vældámdu Bellamy Brothers verða høvuðsnavnið á ársins Country- & Bluesfestivali, sum verður á Dungasandi í Sørvági í døgunum 10. og 11. juni 2022.

Beiggjarnir, sum koma við fullum bólki, gleða seg sum vera mann, sera nógv at koma aftur til Føroyar, sum teir ordiliga hava tikið til sín. Teir fara á pallin leygarkvøldið 11. juni.

[object Object]Heather Myles

Fríggjakvøldið 10. juni verður høvuðsnavnið tann vældámda Heather Myles við bólki, sum fer á pall. Hon er eisini sera vældámd í Føroyum. Og serliga í nítiárunum, var hon sera nógv at hoyra her á klettunum.

Annars er festivalurin fullur av góðum føroyskum nøvnum, sum øll gleða seg sera nógv, aftur at sleppa at spæla til festivalar. Og á ársins Country- & Bluesfestivali verða tað Hallur Joensen, Signar í Homrum, Tinganest, Magni Christiansen, Ólavur á Váli, Herborg Torkilsdóttir, Kóboykex, Hans Jacob & Vinmenn, FourMehn og Sommerson Band, sum øll á sín serstaka hátt fara at hugtaka okkum við góðum og frískum countrytónleiki.

Ársins Country-& Bluesfestivalur verður hildin í døgunum 10.-11. juni 2022


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2022

31 Leygardagur 28. mai 2022

Heiðra Metallica á Summar Festivalinum

Bólkurin Exit Light fer at spæla tað besta hjá rockbólkinum Metallica

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Metallica telist millum mætastu rockbólkar í heiminum, og á Summar Festivalinum í ár fer føroyski bólkurin Exit Light at heiðra Metallica við heilt serligari framførslu. Exit Light fer at spæla tað besta hjá Metallica – ikki minst klassikararnar á The Black Album, men eisini aðrar kendar sangir.

Metallica er amerikanskur rockbólkur við donskum trummuspælara. Teir hava verið virknir síðan 1981, og fyrst í 1990unum spældur teir seg inn í superliguna við "The Black Album", sum verður mett sum ein av bestu rocktútgávum nakrantíð. Á hesari útgávu vóru stór hitt sum "Enter Sandman", "Sad But True", "The Unforgiven" og "Nothing Else Mattes". Sagt verður um hesa útgávu, at hon varð ljóðblandað tríggjar ferðir, kostaði eina millión dollarar og gjørdi enda á trimum hjúnabondum.

Umframt "The Black Album" hevur Metallica eisini gjørt aðrar virdar útgávur, og Exit Light fer spæla tað besta burtur úr rúgvuni.

Teir, sum spæla við Exit Light, eru royndir rocktónleikarar: Hans Hammer (sang), Pauli Reinert Poulsen (gittar og kór), Benjamin Petersen (gittar), John Egholm (akk gittar og kór), Heri Reynheim (bass) og Sigurd Justinussen (trummur).

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 4. til 6. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2022

32 Leygardagur 28. mai 2022

Sangløta til heiðurs fyri Árna Jacobsen

Nýggj fløga, við sangum sum Árni Jacobsen, sáli, hevur yrkt ella týdd, er komin út. Í hesum sambandi verður konsert í Betesda í Klaksvík sunnukvøldið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnukvøldið klokkan 19 verður ein serstøk sangløta/konsert í Betesda í Klaksvík, í samband við at nýggj fløga, við sangum sum Árni Jacobsen hevur yrkt ella týtt, kemur út.

Talan er um konsert til heiðurs fyri Árna Jacobsen, sála.

Á fløguni eru seytjan sangir við Betesdakórinum, Kvartettini í Betesda, Vitanum, Zamar, Eyðuni Jacobsen, og harafturat syngja børnini hjá Elisabeth og Árna, Alex, Jóna og Rani, ein sang.

Tónleikurin til fløguna er innspældur í Crossroad Studios í Arden NC við Jeff Collins sum framleiðara.

Røddirnar eru tiknar up í studionum hjá Erik Biskopstø, Pætur Gerðalíð og Torkil Mørkøre. Ljóblandað og mastrað hava Erik Biskopstø, Torkil Mørkøre og Kristoffur Mørkøre.

Til ber at ogna sær fløguna til hesa sangløtuna, har drekkamunnur eisini er á skránni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2022

33 Leygardagur 28. mai 2022

Hevur skrivað bók um søguna hjá Sinnisbata

Í sambandi við 40 ára dagin fyri stovnandi aðalfundin í Sinnisbata, verður skipað fyri tiltaki við bókaútgávu í Reinsarínum í annaðkvøld

Grækaris D. Magnussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

24. mai vóru liðin 40 ár síðani stovnandi aðalfundin hjá Sinnisbata í 1982, har stig varð tikið til at stovna felag, sum skuldi arbeiða fyri fólki við sálarsjúku, og avvarðandi teirra.

Í hesum sambandi skipar Sinnisbati fyri almennum føðingardegi og bókaútgávu í vikuni.

Í samband við føðingardagin gevur Sinnisbati, saman við Sprotanum og Grækaris Djurhuus Magnussen, bók út um søguna hjá felagnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2022

34 Leygardagur 28. mai 2022

Sjónleikur um loysing í Norðurlandahúsinum

Hvussu fer heimurin at síggja út, um vit loysa frá Danmark? Hvørjar kenslur koma fram? Hvørjar verða avleiðingarnar? “Løsrivelsen” verður at síggja í Norðurlandahúsinum í juni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hvussu fer heimurin at síggja út, um vit loysa frá Danmark? Hvørjar kenslur koma fram? Hvørjar verða avleiðingarnar? Hetta snýr sjónleikurin “Løsrivelsen” seg um, ið verður at síggja í Norðurlandahúsinum 16., 17. og 18. juni, kl. 19.30.

Leikurin tekur okkum við til tann uppspunna dagin í 2033, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark. Vit fylgja trimum sjónvarpsvertinnum, sum úr hvør sínum landi í Ríkisfelagsskapinum og hvør sínari sjónvarpsstovu skulu viðmerkja og stýra degnum. Okkurt fáa tær tó ikki stýrt. Ein hjálandadevul leypir á tøknina og verður tað eitt verri óskil.

Ein av sjónvarpsvertinnunum er føroyska Mariann Hansen, ið vit m.a. kenna frá sjónvarpsrøðini Trom og stuttfilminum Ikki illa meint. Mong kenna helst eisini leikstjórarnar, nevniliga dansk-svenska Daniel Wedel og íslendska Egill Palsson.

Handan Løsrivelsen er norðurlendska sjónleikarakollektivið Paradox, ið viðger politisk viðkvom og eym evni. Fyrr hava tey t.d. viðgjørt evni sum danskan asylpolitik, roma'ir í Skandinavia og fake news. Nú er tíðin komin til loysingar-heildarspurningin. At granska hvørjar kenslur liggja handan ynskinum um loysing og hvønn týðning loysing fer at hava - bæði fyri tann einstaka og fyri sjálvsuppfatanina hjá teimum trimum londunum.

Leikurin hevur frumframførslu í Nuuk, men kemur hereftir framvið Norðurlandahúsið og verður sýndur 16., 17. og 18. juni kl. 19.30. Atgongumerki eru til keyps á nlh.fo.

Liðið handan Løsrivelsen
Leikrit: Vivi Sørensen (GL) og Daniel Wedel (DK/SE)
Leikstjórn: Egill Palsson (IS) og Daniel Wedel (DK/SE)
Pallur: Martin Eriksson (SE)
Leikarar: Mariann Hansen (FO), Karina Møller (GL), Henriette Rosenbeck (DK) og Mohamed Ali Osman (DK/SO)
Framleiðsla: Durita Sumberg (FO) og Henriette Rosenbeck (DK)
Myndatøka: Søren Meisner

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2022

35 Leygardagur 28. mai 2022

Tveir fyrilestrar við Hans Pilgaard í september

Kann upplivast í Salt og í Norðurlandahúsinum

(Mynd: Jobbe Pilgaard)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Dámligi og væl kendi, danski sjónvarpsverturin, Hans Pilgaard, verður nú at hoyra og síggja í SALT á Tvøroyri hóskvøldið 8. september og í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 14. september.

Føroyavinurin hevur nógv upp á hjarta, og hevur samansett ein sera persónligan, áhugaverdan og stuttligan fyrilestur, ið er sera viðkomandi fyri tað, sum gongur fyri seg í dagsins samfelag.

Soleiðis fortelur hann heilt stutt um sýningina:

”Bardagin fyri einum stuttligari lívi”

Lívsgleðin hevur trong kor, í einum heimið av veðurlags vanlukkum, ”vit og tit” kjakið og við forsetum við stórlætiskenslum.

Vónin, hýrurin og tann heilhjartaði láturin krevur eina orduliga dagføring og eitt stórt klemm uttan frástøðu.

Ringur hýrur, keðilig tíðindi og dómadagsspádómur stórtrívist, meðan tað kann tykjast sera trupult at síggja ein glaðan útveg fyri ”to-do-listum”, svartskygni og ótta.

Heimurin er ikki tað, sum hann einaferð var… ella er hann?

Avbjóðingar hava møguliga altíð verið til staðar, og møguliga hava vit longu amboðini til at gera nakað við hetta.

Bardagin fyri einum stuttligari lívi er eitt kvøld við bæði larmandi skemtisøgum og friðarligum, persónligum frásøgnum.

Tað er eitt kvøld, har tann sjeyndi sansurin, tann skemtiligi sansurin, verður útgjørdur við vápnum til at berjast fyri lívinum, nemliga bardagan um eitt stuttligari og meir autentiskt lív.

Og tað er ein bardagi; men tað er ein bardagi, som er verdur at gerast partur av í staðin fyri at standa sum áskoðari og hyggja at.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2022

36 Leygardagur 28. mai 2022

IRF ment føroyskt tilfar til børn um umhvørvi og burturkast

Sum liður í upplýsingartilfari um umhvørvi og skiljing av ruski, hevur IRF gjørt eitt spæl og eitt hefti, sum er ætlað yngru børnunum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sum liður í upplýsingartilfari um umhvørvi og skiljing av ruski, hevur IRF gjørt eitt spæl og eitt hefti, sum er ætlað yngru børnunum.

IRF-spælið er serliga rættað móti børnum í aldrinum 4-12 ár, men er eisini væl egnað sum eitt familjuspæl, tí endamálið er at fáa bæði børn og vaksin at hugsa meira um burturkastøkið. IRF-heftið hevur ymiskar uppgávur til børnini at loysa um m.a. skiljing, endurvinning og endurnýtslu. Tilfarið er ment í samstarvi við Angelu og Hannibal.

Spælið og heftið verður latið yngru børnunum, sum koma á vitjan hjá IRF, og harumframt fáa allir forskúlar/skúlabólkar í limakommununum hjá IRF tilboð um at fáa tilfarið við skúlaársbyrjan.

Tilfarið kann takast niður her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2022

37 Leygardagur 28. mai 2022

Grøna orkuskifti á breddan á Glasi

Grøna orkuskiftið verður sett á “undirvísingarbreddan” hjá næmingum og lærlingum á Tøkni á Glasi komandi mánaðin

(Mynd: Glasir)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Áhugin var stórur, tá Magnus Rasmussen og Terji Nielsen høvdu framløgu á Glasi um grønan orkupolitik í framtíðini.

Grøna orkuskiftið verður sett á “undirvísingarbreddan” hjá næmingum og lærlingum á Tøkni komandi mánaðin. Í hesum sambandi vóru Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í orkumálum og Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV og hildu fyrilestrar fyri næmingum og lærlingum, sum ganga á 2. skúlaskeiði, mánadagin.

Fyrilestrarnir vóru startskotið til tveir evnisdagar um grøna orkuskiftið, sum verða í næstum. Magnus Rasmussen innleiddi og tosaði um visiónirnar hjá samgonguni innan grøna orkuskiftið. Fyrilesturin hjá Terja Nielsen snúði seg um Føroyar og grøna orkuskiftið – um leiðina til einar “grønar” Føroyar í 2030.

Møguleiki var at seta spurningar og vóru tað fleiri, ið nýttu høvi og settu viðkomandi spurningar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2022

38 Leygardagur 28. mai 2022

Nýggj føroysk vindmylnulund við at taka skap

Enn ein vindmylnulund er við at koma undan kavi við Oyggjarvegin nærhendis Havnini. Hon verður tann triðja í økinum og fer at framleiða orku inn á netið hjá SEV í heyst.

Fundamentið til eina av teimum seks vindmyllunum í Flatnahaga við Nólsoynni í baksýni (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Fyrst fingu vit vindmylnulundina Húsahaga, síðani enn eina  á Gellingarkletti, og nú er nýggjasta vindmylnulundin í sama grannalag, verkætlanin í Flatnahaga hjá  Magn og Lív við at taka skap.  

Væntandi koma tær seks Enercon E-82 vindmyllurnar at framleiða inn á netið hjá SEV í heyst, í alt 18 MW (6x3 MW) við eini árligari framleiðslu uppá 64 GWt.

[object Object]

J&K Petersen ger anleggsarbeiðið, tvs vegir og fundamentir. Teir byrjaðu í november í fjør, og varð fyrsta fundamentið stoypt í farnu viku.

Finn Jakobsen, stjóri í Magn og ein av undangongumonnunum aftanfyri verkætlanini, fegnast um, at tey nú eru komin hartil at leggja botn til vindmyllurnar.

- Vit brúka tað vit kalla eitt hellufast fundament. Tað merkir, at vit bora 12 hol á 15 metrar niður í helluna og seta fundamentsboltar í sum so heldur sjálvt fundamentið fast. Vit hava valt hesa loysnina tí hellan er góð í Flatnahaga.

[object Object]

Enercon, sum er veitari av myllunum, kemur við myllunum í juni/juli og fara síðani at installera og samla myllurnar, sum  koma at framleiða í heyst.

Arbeiðið við at leggja háspenningskáplar er byrjað og verða myllurnar knýttar í koblingsstøðina hjá SEV á Húsareyni.

[object Object]

[object Object]Finn Jakobsen, stjóri í Magn og oddamaður aftan fyri vindmylnulundina í Flatnahaga her saman við Johan í Niðristovu, oddamaður aftanfyri vindmylnulundina á Gellingarkletti til fyrilestur hjá Gunther Newcombe í Kaffihúsinum í farnu viku, har bretski orkumaðurin umrøddi spennandi grønu orkuætlanina Orion í Hetlandi. FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur tók stig til at bjóða útlendska orkuserfrøðinginum til Føroya, og hevði hann fyrilestrar á Atlantic Fair í Klaksvík og í Havn (Mynd: Jan Müller)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2022

39 Leygardagur 28. mai 2022

Bretland áleggur oljufeløgum eyka skatt

Hann kann koma Bretlandi aftur um brekku og fáa avleiðingar fyri bæði komandi útbyggingar í Norðsjónum eins og royndirnar at røkka null útláti sigur stjórin í Offshore Energies UK.

Í fyrsta lagi fevnir eyka skatturin á oljufeløg, men møguliga verða framleiðarar av streymi frá vindorkulundum teir næstu, ið skulu rinda eyka skatt av stóra vinninginum, sum høgu orkuprísirnir hava havt við sær
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað var stórur spenningur í bretska parlamentinum í vikuni, tá Rishi Sunak, fíggjarmálaráðharri tók orðið og kunngjørdi uppskot um at fremja tiltøk, sum kunnu lætta um hjá veikastu húsarhaldunum at rinda fyri høgu og hækkandi orkuprísirnar. 

Hóast ósemja hevur verið í stjórinini um eitt nú at áseta ein nýggjan eyka skatt á orkufeløg, sum hava havt ovurstóran vinning orsakað av høgu orkuprísurunum í seinastuni, so hevur stjórnin kortini gjørt av at áleggja eitt nú olju- og gassfeløgum, sum arbeiða í Norðsjónum eins og eystan fyri Føroyar, ein eyka skatt uppá 25 prosent. Hesin skatturin skal m.a. vera við til at fíggja ein stuðulspakka til fyrst og fremst húsarhald við lægstu inntøkunum og harnæst pensiónistar og fólk við breki.

[object Object]Rishi Sunak, fíggjarmálaráðharri hevur lagt uppskot fram um áleggja orkufeløgum eyka skatt fyri at fíggja hjálparpakka til fátækastu húsarhaldini 

Stjórnin heldur, at orkufeløg, sum hava havt nærum óavmarkaðan vinning orsakað av høgu orkuprísunum, eiga at rinda nakað meira aftur til samfelagið, serliga nú somu høgu orkuprísurin raka húsarhaldini so meint. 

Stjórnin ætlar at rinda tilsamans 15 milliardir pund í eini roynd at stuðla húsarhaldum, sum ikki megna at rinda sera høgu orkuprísirnar. Av hesum koma 5 milliardir pund frá oljufeløgunum. Kortini sleppa oljufeløg, sum vilja gera íløgur í framtíðar virksemi, undan at skula rinda skatt av hesum íløgum. Hetta verður gjørt fyri at stuðla uppundir íløguhugin í sambandi við bæði olju- og gassvirksemi men eisini í íøgur í varandi orkukeldur og harvið grøna orkuskiftið. 

Tað fellur kortini ikki í góða jørð hjá risastóru oljuvinnuni, sum fevnir um meira enn 200.000 starvsfólk, at feløgini nú skulu tvingast til at rinda ein nýggjan eyka skatt. Tey meta, at hetta fer at gera støðuna meira óstøðuga og ótrygga fyri oljufeløgini, sum um illa vil til, kunnu skerja sínar íløgur ella kanska heilt gevast við sínum virksemi í Norðsjónum til heldur at gera íløgur aðrastaðni. Tá táverandi fíggjarmálaráðharrin Gordon Brown í 2002 sett í verk eyka skatt á orkuvinnuna, varð úrslitið, at fleiri av oljufeløgunum fluttu sítt virksemi til onnur lond. 

[object Object]Loksins samdust teir, formenninir í báðum stóru flokkunum í bretska parlamentinum, Johnson og Stamer, um at seta í gildi eyka skatt á orkufeløg fyri at hjálpa veikastu húsarhaldunum 

Oljufeløg rinda í dag 40 prosent í skatti av yvirskotinum og við nýggja skattinum koma tey at rinda 65 prosent fram til desember 2025. Stjórnin vísir tó á, at vilja tey gera íløgur í virksemi í Norðsjónum, sum sleppa tey heilt undan eyka skattinum. Uppskotið sigur eisini, at koma orkuprísirnir niður aftur á vanligt støði, so verða krøvini til eyka skattin sett úr gildi. 

Hetta hevur fingið øði í umhvørvisfelagsskapir, sum halda, at stjórnin á henda hátt leggur upp til at menna olju- og gassframleiðsljuna í Norðsjónum, hvat er í andsøgn til endamálið við grøna orkuskiftinum. Teir halda, at stjórnin við at sleppa oljufeløgum undan at rinda eyka skattin gera tey nýggjar íløgur í olju og gass, er at ganga beint ímóti tí grøna orkuskiftinum, sum skal steðga veðurlagsbroytingunum. 

[object Object]Stjórin í Offshore Energies UK vónsvikin av, at stjórnin ikki hevur lurtað eftir vinnuni

Stjórin í felagnum hjá orkuvinnuni, Deirdre Michie er sera vónsvikin av stjórnini, tí hon heldur, at uppskotið við einum eyka skatti fer bara at gera tað uppaftur torførari at fáa orkufeløg at gera nýggjar íløgur antin tað er í olju og gass ella varandi orkukeldur, og hetta fer at kostar arbeiðspláss.  Hetta fer eisini  at gera, at tað verður torførari at røkka málinum um nett null útlátið í Bretlandi í 2050 og Skotlandi 2045, tí vit fara at síggja minkandi áhuga at gera íløgur í hvørki olju og gass og varandi orku.  Vandi er eisini fyri, at feløg fara at rýma. 

Bíðað verður nú eftir at frætta, hvussu nýggi skatturin fer at ávirka tey mongu orkufeløgini, sum arbeiða í Norðsjónum. Sum skilst, so kann undantøka av íløgum í nýtt virksemi eisini hava við sær, at feløg nú fara at skunda undir íløguvirksemi í eitt nú nýggjar útbyggingar herundir í økinum eystan fyri Føroyar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2022

40 Leygardagur 28. mai 2022

Bretsk skattalóg kann skunda undir virksemið við markið

Hóast bretska orkuvinnan er sera ónøgd við nýggjan eyka skatt, so kann eitt undantak fyri skatting av íløgum koma at skunda undir útbyggingar beint eystan fyri føroyska markið.

Økið eystan fyri føroyska markið goymir størstu nøgdirnar av olju og gassi á øllum bretska landgrunninum. Tvær tær størstu keldurnar, Cambo og Rosebank, sum standa fyri at verða útbygdar, liggjar bert fáar kilometrar frá føroyska markinum, og stóri spurningurin er nú, í hvønn mun og hvønn vegin nýggjur bretskur orkuskattur fer at ávirka hesar útbyggingar
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hóast nógvir politikarar í bretska parlamentinum vóru sera fegnir um seinasta útspælið frá stjórnini at áleggja m.a. orkufeløgum ein eyka skatt á teirra ovurstóru yvirskot seinastu tíðina, so hevur móttøkan verið alt annað enn jalig uttan fyri “House of Commons”.  Bæði orkuvinnan og umhvørvisfeløgini halda hvør í síni lagi, at nýggja skattalóggávan fer at skaða teirra søk.

Partur av nýggja skattapakkanum ger greitt, at íløgur, sum olju- og gassfeløg gera í bæði olju og gass eins og varandi orkukeldur, verða undantiknar nýggja skattinum. Tvs. at velja feløgini at brúka stóru yvirskotini til at gera íløgur í nýtt framtíðar virksemi, heldur enn til at rinda út til partaeigararnar, so skulu tey rinda so gott sum ongan skatt av tí.

Við hesum vil stjórnin vísa, at meðan hon tekur inn við aðrari hondini, so vil hon eisini geva við hinari, tvs. at velja oljufeløg at brúka vinningin frá høgu orkuprísunum til framtíðar virksemi, so sleppur hetta undan nýggja skattinum.

[object Object]

Cambo og Rosebank keldur við markið

Enn er nýggja skattauppskotið ikki sodnað av álvara, og tí eru metingarnar av avleiðingunum sera ymiskar. Meðan umboð fyri vinnuna eru sera atfinningarsom, so hevur tað kortini fingið greinarar og umboð fyri oljuvinnuna at gita, at nýggja skattalógin kann skunda undir útbyggingar, sum longu eru á tekniborðinum, eitt nú tær báðar stóru útbyggingarnar Cambo og Rosebank, sum liggja skamt frá føroyska markinum.

Men hóast tað kunnu vera glottar í nýggja skattauppskotinum, hvat viðvíkur íløgum, so er forkvinnan í “Offshore Engeries UK”, Deirdre Michie, sum umboðar 200.000 starvsfólk,  sera ivasom um framtíðina hjá vinnuni.

Hon heldur, at nýggi skatturin kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri vinnuna sum heild og fer at kosta arbeiðspláss. Vandin fyri at feløg rýma til onnur lond at gera íløgur er eisini stórur. Hon heldur eisini, at vit fara at síggja eitt Bretland, sum verður nógv meira heft at innfluttari orku, og har tað fer at verða truplari at røkka null útlátsmálinum.

Innan orkuheimin í Bretlandi bera tey eisini ótta fyri, at henda nýggja og óstøðuga støðan, sum nýggi skatturin hevur við sær, kann gera, at feløg flyta til tryggari lond við sínum virksemi. Tey ynskja ikki at virka í einum øki, har tey ikki vita seg trygg um framtíðina.

Óttin fyri framtíðini hevur eisini longu ávirkað partabrøvini hjá oljufeløgunum eins og hjá teimum feløgunum, sum ætla at gera stórar íløgur í varandi orku, eitt nú havvindmylnulundir. Róð hevur nevniliga eisini verið framundir at áleggja eitt nú stórum streymframleiðarum frá vindorku nýggja skattin. Tað vil so veera eitt stórt bakkast fyri royndirnar at skunda undir grøna orkuskiftið. Greinarar og viðmerkjarar eru annars rættiliga avgjørdir í sínum metingum og niðurstøðum og siga, at stjórnin ella skattamálaráðharrin í veruleikanum spælir við eld við hesum nýggja skattinum, sum kann raka sjálvt grundarlagið undir bretsku orkuframtíðini og orkutrygdini dygt.

[object Object]Føroyska økið, sum er opið hjá oljufeløgum at leita eftir kolvetnum, millum markið og svørtu linjuna. Tað er greitt, at tað kann fáa alstóran týdning fyri framtíðar føroyskt kolvetnisvirksemi, hvat hendir hinumegin markið

Kann ávirka framtíðina við markið

Tað er greitt, at fyri eina føroyska olju- og gassframtíð kann avgerðin um nýggja orkuskattin eisini fáa avleiðingar. Tí verða keldurnar, sum eru funnar beint hinumegin markið, útbygdar, so kann tað hava jaliga ávirkan á komandi virksemið okkara megin markið eisini. Tað kann geva oljufeløgum íblástur til at seta borin í aftur á føroyska landgrunninum fyri at vita, um oljugoymslur hinumegin markið halda fram inn á føroyska økið. Og ein útbygging fer so at skapa eitt nýtt undirstøðukervi nær við markið, sum møgulig føroysk fund í framtíðini kunnu brúka og binda í. Harvið nýtast ikki at verða gjørdar nýggjar og stórar íløgur í nettupp nýggjan infrastruktur føroysku megin markið.

Komandi tíðin fer at vísa, hvønn týdning ella hvørjar avleiðingar nýggja bretska skattalógin fer at hava við sær fyri framtíðina á Atlantsmótinum tvs. økinum millum Føroyar og Bretland. Eitt øki, sum í bretskum orkuhøpi, verður mett sum tað mest týdningarmikla yvirhøvur á bretska landgrunninum.

Tískil eigur tað ikki at koma ávart á, at bæði hjá landsstýrismanninum við oljumálum og hjá Jarðfeingi bíða tey spent eftir reaktiónunum uppá nýggja orkuskattin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2022

41 Leygardagur 28. mai 2022

Noreg letur upp aftur gassframleiðslu á Melkøya

Hetta fer at hava stóran týdning fyri gassveitingina til Evropa

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Nú gass er vorðið ein mangulvøra í Evropa fer tað at koma væl við, tá framleiðslan av gassi frá Snøvit leiðini í Barentshavinum letur upp aftur seinni í hesi vikuni. Virkið á Melkøya nærhendis Hammerfest í Norðurnoregi hevur verið stongt í meira enn eitt ár vegna eldsbruna.

Tíðindini koma sera væl við í øllum Evropa, sum hevur stóran tørv á m.a. gassi eftir avleiðingarnar av russisku innrásini í Ukraina. Tá framleiðslan av LNG gassi fer í gongd aftur, fer hon at standa fyri 5 prosentum av samlaða norska útflutninginum av gassi.

Stórt umvælkingararbeiði hevur verið í gongd leingi fyri m.a. at skifta út 180 kilometrar av elleiðingum. Tá verksmiðjan varð bygd varð stórt tal av arbeiðsfólki frá PAM  Offshore í Havn partur av arbeiðsmegini. Feløgini, sum standa aftanfyri framleiðsluni á Melkøya eru Equinor, Petoro, TotalEnergies, Neptune Energy og Winthershall Dea. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2022

42 Leygardagur 28. mai 2022

Russar kvetta gassleið til Finlands

Almenna russiska orkufelagið Gazprom hevur steðgað gassflutninginum til Finlands

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Kríggið í Ukraina hevur nú fingið avleiðing fyri Finland, tí farna vikuskiftið sleit russiska felagið Gazprom gassflutningin til grannalandið Finland. Frammanundan hevði almenna finska orkufelagið Gasum ávarað um, at vandi var fyri, at gassáttmálin við Rusland helst fór at verða uppsagdur. Ein høvuðsorsøkin er tann, at Finland noktar at rinda við ruplum fyri gassið, sum nú er eitt krav frá russum. Hetta kravið er komið eftir mongu sanktiónirnar móti Russlandi orsakað av innrásini í Ukraina. 

Finska Gasum sigur seg nú hava tryggjað sínar veitingar í Finlandi gjøgnum aðrar veitarar m.a. gjøgnum rørleiðingina Balticconnector. Hetta skriva BBC og Energi Watch. Stjórin í Gasum sigur, at hóast avgerðin hjá russum ikki kemur óvart á, so hevur finska felagið tryggjað kundunum aðrar tryggar veitingar av gassi. Annars hevur Russland eisini stongt fyri streymveitingini til Finlands. Hetta fer kortini ikki at hava álvarssamar fylgjur fyri landið  verður hildið. Ístaðin kunnu finnar innflyta meira streym úr Svøríki umframt at økja um sína egnu framleiðslu. 

Kravið frá russisku stjórnini til keyparar av gassi, at teir skulu rinda fyri gassið í russiskum gjaldoyra ruplum, verður ikki væl móttikið í Evropa. T.d. hevur ES nevndin ávarað feløg í Evropa, sum rinda í ruplum, at hetta kann fáa avleiðingar, tí tey harvið ganga ímóti sanktiónunum móti Russlandi. Kortini verður mett, at fleiri feløg og lond hava valt at ganga russiska kravinum á møti. Higartil hevur Russland steðgað allari gassølu til Póland og Bulgaria, tí hesi lond ikki vilja rinda í ruplum. 

Í næstum skal danska fyritøkan Ørsted gera av, um hon vil rinda í ruplum fyri gass úr Russlandi. 

Greinarar eru annars ójavnir á máli um, hvussu stongsul av russiskum gassi og olju til Evropa fer at ávirka orkustøðuna í Evropa. Higartil hevur ES gjørt av, at øll olja úr Russlandi skal bannast í felagsskapinum innan árslok. Tá talan er um gass er støðan tann, at londini í ES eru ósamd um nær og hvussu nógv skal skrúvast fyri russiskum gassi.

Hinvegin er so eisini vandi fyri, at russar av sínum eintingum sjálvir skrúva fyri bæði gassi og olju til Evropa, og kann tað fáa álvarsligar avleiðingar serliga tá veturin fer at nærkast. Í Evropa verður nú strongt á at menna aðrar orkuhættir so sum vind- og sólarorku, sum kunnu koma ístaðin fyri russiska orku.  Men tað fer at taka rúma tíð, til hetta fer at gera veruligan mun í evropeisku orkuveitingarskipanini. Tí er núverandi orkustøðan millum Evropa og Russland at meta sum eitt tvíeggjað svørð. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2022

43 Leygardagur 28. mai 2022

Equinor finnur meira olju í Barentshavinum

Norska orkufelagið Equinor, sum man vera eitt hitt virknasta orkufelagið í Evropa, hevur gjørt eitt stórt oljufund í Barentshavinum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Talan er um Snøfonn Nord oljuleiðina, sum liggur tætt við stóra Johan Castberg feltið norðan fyri Hammerfest.

Fyribils metingar vísa, at nýggja oljuleiðin goymir millum 37 og 50 mió. tunnur av olju.

[object Object]

Nú fer felagið saman við partnarunum Vår Energi og Petoro, at meta um, um fundið kann útbyggjast við at knýta tað í Johan Castbergleiðina nærhendis.  

Nýggja leiðin kann fáa stóran týdning fyri Johan Castberg útbyggingina, tí nú verður grundarlagið betri og meira lønandi fyri hesi stóru og nýggjastu norsku oljuútbyggingini.  Castberg verður tikið í brúk um ikki so langa tíð. Eitt framleiðsluskip verður nú riggað til at fara í Barentshavið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2022

44 Leygardagur 28. mai 2022

– Eitt met, sum ongantíð átti at verið sett

100 milliónir fólk kring heimin hava verið noydd at rýma úr heimi sínum, staðfestir ST

Børn, sum vórðu flutt úr Afganistan í fjør á veg í skúla í Suðurkorea (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Yvir 100 milliónir fólk kring heimin hava verið noydd at rýma úr heimi sínum. Tað staðfestir flóttafólkafelagsskapurin hjá ST, UNHCR.

Filippo Grandis, ovasti ST-kommisserur á økinum sigur, sambært DR, at talan er um eitt ógvusligt tal, sum setur met.

– Hetta er eitt met, sum ongantíð átti at verið sett, sigur hann.

– Hetta eigur at vera ein áminning um, at mann skal loysa og forða fyri oyðileggjandi stríðnum, steðga forfylging og umrøða veruligu orsøkirnar til, at ósek fólk rýma úr heiminum.

Tær 100 milliónirnar telja flóttafólk, fólk, sum leita sær friðskjól, og meira enn 50 milliónir fólk, sum eru flóttar í egnum landi.

Størstu orsøkirnar til hetta stóra talið er støðan í Etiopia, Myanmar, Burkina Faso, Nigeria, Afganistan og demokratiska lýðveldinum Kongo. Kríggið í Ukraina spælir eisini ein leiklut.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2022

45 Leygardagur 28. mai 2022

Apupokur komnar til Danmarkar

Danski heilsumálaráðharrin væntar tó ikki, at smittan fer at gera um seg í danska samfelagnum

Danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mánadagin upplýsti danska heilsumálaráðið, at fyrsti tilburðurin av apupokum er staðfestur í Danmark.

Talan er um ein mann, sum hevur fingið staðfest sjúkuna eftir at hava verið á ferð í Spania.

Maðurin er nú avbyrgdur í heimi sínum, upplýsir heilsumálaráðið, sum eisini leggur afturat, at tey flestu væntast at koma heilt fyri seg aftur í einum heilsuverki sum tað danska.

Smittusporingin er farin í gongd, og væntast ikki, at smittan fer at gera um seg í danska samfelagnum, sigur danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke sambært Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2022

46 Leygardagur 28. mai 2022

Russiskur hermaður lívlanga fongsulsrevsing fyri at drepa ukrainskan mann

Talan er um fyrsta dómin fyri krígsbrotsverk undir krígnum millum Russland og Ukraina

(Mynd: Reuters)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein ukrainskur dómstólur gav mánadagin einum russiskum hermanni lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava dripið eitt óvápnað sivilfólk.

Sambært tíðindastovunum Ritzau og Reuters er talan um fyrsta dómin fyri krígsbrotsverk undir hesum krígnum millum Russland og Ukraina.

Talan er um ein 21 ára gamlan russiskan hermann, sum er dømdur fyri at hava dripið ein 62 ára gamlan mann í ukrainsku bygdini Chupakhivka 28. februar, eftir at hann fekk boð um at skjóta hann úr einum bili.

21 ára gamli maðurin játtaði seg sekan í øllum ákærum 18. mai, og í vikuni fall dómurin so í Kyiv.

Tað var fyrst í hesum mánaðinum, at ukrainskir myndugleikar boðaðu frá, at hermaðurin var handtikin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2022

47 Leygardagur 28. mai 2022

Turkaland setir fimm krøv um Svøríki skal gerast Nato-limur

Tað er tilknýtið til turkisku flokkarnar, PKK og PYD, sum er orsøk til illviljan móti svenskum Nato-limaskapi

Erdogan forseti (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Turkaland hevur lagt ein lista fram við fimm krøvum, ið skulu eftirlíkast fyri at Turkaland kann viðmæla, at Svøríki gerst limur í Nato-verjusamguni.

Tað gongur fram av einum tíðindaskrivi frá turkiska forsetaskrivstovuni. Skrivstovan hevur eisini lagt krøvini út á Twitter á fleiri ymiskum málum.

- Land okkara mælir til at halda dyrnar til Nato opnar, men heldur eisini, at limalond og lond, ið søkja limaskap, skulu samstarva á hægsta stigi í stríðnum móti yvirgangi, verður millum annað sagt.

Turkisku krøvini snúgva seg í stóran mun um viðurskiftini hjá Svøríki til kurdiska arbeiðaraflokkin, PKK, og flokkin PYD. Turkaland endurtekur eitt nú krøvini um, at Svøríki skal leysgeva eina røð av persónum, við tilknýti til flokkarnar.

Savnað undir fimm yvirskriftin eru krøvini heri:

- Støðga politiskum stuðli av yvirgangi
- Støðga við at stuðla yvirgangai peningaliga
- Støðga við at lata vápn til PKK/PYD
- Strikið revsitiltøkini móti Turkalandi
- Fremji heimsumfatandi samstarv móti yvirgangi.

Punktið um at strika revsitiltøkini móti Turkalandi vísir til, at Svøríki síðan 2019 ikki hevur viljað selt vápn til Turkalands.

Svøríki og Finnland lótu í farnu viku sínar umsóknir um at gerast limir í Nato.

Turkiski forsetin, Recep Tayyip erdogan segði beinanvegin, at hann ikki fór at loyva londunum at gerast limir í verjusamgonguni.

Um Svøríki og Finnland skulu gerast limir krevst, at øll 30 Nato-londini siga ja.

Tað er russiska innrásin í Ukraina, sum er orsøkin til, at londini nú søkja Nato-limaskap.

Nato spælir ein stóran leiklut í sambandi við kríggið.

Russland hevur kravt trygd fyri, at Ukraina ikki gerst partur av verjusamgonguni. Nato vil ikki ganga hesum kravi á møti. Sambært russum gerst tað ein trygdarhóttan, um Ukraina gerst partur av Nato.

Nógv Nato-lond hava stuðlað Ukraina við hernaðarútgerð, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina. Enn eru Nato-herfólk tó ikki send inn í Ukraina, tí landið ikki er ein partur av samgonguni, skrivar Ritzau.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2022

48 Leygardagur 28. mai 2022

Skottilburður í Texas: 19 skúlanæmingar deyðir

Persónurin, sum er undir illgruna fyri at hava skotið, var ein 18 ára gamal miðnámsskúlanæmingur, sum varð dripin av løgregluni

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Týsdagin upplivdi lítli býurin Uvalde í amerikanska statinum Texas ein av ringastu skottilburðunum í USA í fleiri ár.

19 ungir næmingar í Robb Elementary School, einum barnaskúla, hava latið lív, upplýsir Greg Abbott, guvernørur í Texas.

Tann, sum er undir illgruna fyri at hava framt drápini er ein 18 ára gamal miðnámsskúlanæmingur úr sama býi. Hann er eisini deyður. Hann varð, sambært guvernørinum, dripin av løgregluni, sum varð boðsend til skúlan.

Tvey løgreglufólk vórðu eisini rakt av skotum, men tey sleppa væntandi undan við lívinum, sigur Greg Abbott.

Upplýst verður, at drápsmaðurin fyrst skeyt ommu sína, áðrenn hann fór inn á skúlan og skeyt frá hond.

Sagt verður, at trý vaksin eisini eru deyð, men tað er ikki greitt, um drápsmaðurin verður taldur við millum hesi. Einki verður sagt um motivið, skrivar Ritzau.

Talan er um deyðiligasta skottilburðin á einum amerikanskum skúla síðan 2012, tá 20 næmingar og seks vaksin vórðu dripin á skúlanum Sandy Hook í statinum Connecticut.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2022

49 Leygardagur 28. mai 2022

HB vann slagið um Havnina

Men tað er framvegis langt upp til KÍ á tryggum fyrstaplássi

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tveir dystir í 12. umfari í Betri deildini vórðu spældir í gjárkvøldið. Í Havn var grannauppgerð, og í Klaksvík var EB/Streymur á vitjan.

Í Gundadali var HB omaná fyri tað mesta, men tað vísti seg at vera trupult at fáa mál. Tað kom bara eitt mál í dystinum, og tí syrgdi Pætur Petersen fyri í 42. minutti, tá hann legði HB á odda 1-0.

Við 1-0 sigrinum tekur HB triðja plássið frá B36, og hevur nú 22 stig.

[object Object]Andreas Lava Olsen skjeyt trý mál í 7-0 dystinum móti argjamonnum (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ tók ímóti EB/Streymi. Í steðginum var støðan bara 1-0 til KÍ, men í seinna hálvleiki bragdaði hjá heimaliðnum, sum vann dystin 3-0 og tí heldur fast um tey seks stigini, sum eru niður til Víking á øðrum plássi.

Krists himmalsferðardag vórðu tveir dystir spældir. Í Sarpugerði í Norðragøtu var málveitsla, tá Víkingur vann heili 7-0 á AB. Í hálvleikinum vísti máltalvan 5-0, og tá hevði Andreas Lava Olsen skorað reint hat-trick.

Og á Toftum kom bara eitt mál. Grannauppgerð var millum B68 og NSÍ, og tað gjørdust runavíkingar, sum fóru heimaftur við sigrinum. Pætur Hentze skoraði sigursmálið í 61. minutti.

B36 - HB 0-1 (0-1)
42’ Pætur Petersen 0-1

KÍ - EB/Streymur 3-0 (1-0)
6’ Valerijs Sabala 1-0
78’ Páll Andrasson Klettskarð 2-0
90’ Árni Frederiksberg 3-0

Vikingur - AB 7-0 (5-0)
17’ Arnbjørn Svensson 1-0
22’ Sølvi Vatnhamar 2-0
27’ Andreas Lava Olsen 3-0
33’ Andreas Lava Olsen 4-0
43’ Andreas Lava Olsen 5-0
71’ Jákup Johansen 6-0
81’ Sølvi Vatnhamar 7-0 (br.)

B68 - NSÍ 0-1 (0-0)
61’ Pætur Hentze 0-1

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ 34 stig
2. Víkingur 28 stig
3. HB 22 stig
4. B36 19 stig
5. EB/Streymur 17 stig
6. NSÍ 15 stig
7. AB 13 stig
8. 07 Vestur 9 stig*
9. Skála 5 stig*
10. B68 5 stig

*Ein dyst færri

Ein dystur er eftir at spæla í 12. umfari. Hann verður spældur í dag klokkan 15 á Dungasandi í Sørvági millum 07Vestur og Skála. Tá tann dysturin er av, verður landsliðsstøðgur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2022

50 Leygardagur 28. mai 2022

Argjamenn vístu hvør dugur er í teimum hóast ruðuleika rundan um felagið

Næstseinasta umfar áðrenn landsliðssteðgin varð avgreitt farna vikuskiftið. Víkingur kundi hála inn á KÍ, men fekk bara javnleik. HB vann sín fyrsta landskappingarsigur síðani 18. apríl, og AB vann uppiborið móti B36

(Skiggjamynd: Televarpið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá klokkan nærkaðist átta sunnukvøldið var stórur fagnaður á Ovara vølli í Gundadali. Ikki á heimaliðnum, sum undan dystinum mátti metast at vera favorittur, men á AB leikarum og viðhaldsfólkunum, sum vóru komin at stuðla sínum liði.

AB hevur verið fyri nógvum atfinningum seinastu dagarnar í sambandi við sáttmálarnar við útlendskar leikarar. Í farnu viku takkaði Sámal Erik Hentze fyri seg sum venjari, og fyribils vóru Jón Krosslá Poulsen og Rógvi Poulsen settir sum venjarar. Eftir tapta steypadystin farna mikukvøld ímóti HB, valdu teir báðir eisini at takka fyri seg, og sunnudagin stóð so ítróttarstjórin, Jonas Dal Andersen, á odda fyri tí, sum fleiri hava rópt sum eitt kreppurakt lið.

[object Object]AB-leikarar fegnast saman við fyribils venjaranum, Jonas Dal Andersen, eftir dystin í Gundadali (Skíggjamynd: Televarpið)

Hetta vildu AB-leikararnir ikki hava sitandi á sær, og bardust sum úlvur á skóg fyri hvørjum øðrum sunnudagin, og komu uppborið á odda tá 50 minuttir vóru leiktir. Brian Jakobsen javnaði fyri B36 í 82. minutti, og meðan heimaliðið jagstraði málið til 2-1 og øll trý stigini, eydnaðist tað AB at fara í skjótálop. Skjóti Agustín Marsico var tryggur og legði AB á odda 2-1 í 88. minutti.

Trý stig til AB, sum lyftir seg upp úr botninum og liggur nú á sætta plássi við 13 stigum.

B36 liggur framvegis á triðja plássið, men hevur nú eins og nógv stig sum HB, 19 stig.

Teir reyðu og svørtu úr HB høvdu fyrr sunnudagin vitjan av 07 Vestur. HB-liðið, sum akkurát vann á AB í fjórðingsfinaluni í steypakappingini mikudagin, spældi hesaferð væl betri, og vann trygt 3-0. Vágamenn fingu reytt kort tá 50 minuttir vórðu leiktir, og samstundis fekk HB hol á málskjótingina við brotssparki.

Hetta var fyrsti sigurin hjá HB í landskappingini síðani 18. aprí, tá tað eydnaðist vinna á útivølli í evstu løtu móti Skála.

B68 tók ímóti EB/Streymi, og skuldi við Jákup á Borg sum nýggjum venjara restina av kappingarárinum, royna at skava trý stig saman og vinna seg upp um niðurflytingarstrikuna. Hetta eydnaðist ikki. Gutti Dahl-Olsen skoraði tá 10 minuttir vóru leiktir og legði EB/Streym á odda. Fleiri mál komu ikki, og sundalagsmenn við nú 17 stigum vilja sostatt ikki sleppa B36 og HB á triðja og fjórða plássið.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Stóri dysturin farna vikuskiftið var millum Víking og KÍ í Sarpugerði. Nógv fólk var komið til dyst, tí vann Víkingur, kundu teir hála inn á KÍ í oddastríðnum, men vunnu klaksvíkingar, var FM at kalla avgjørt.

Sí eisini: Myndir: Málleysur toppdystur í Norðragøtu

Tað gjørdist hvørki. Hóast Andreas Lava Olsen og hinir á víkingaliðnum vóru sera nær við, vildi bólturin ikki inn. Einki mál kom í dystinum, og liðini máttu taka til takkar við einum stigi hvør.

Ein dystur varð leiktur leygardagin, tá NSÍ vann sær trý kærkomin stig móti Skála.

Úrslit og málskjúttar 11. umfar

B36 - AB 1-2 (0-0)
50’ Sjálvmál 0-1
82’ Brian Jakobsen 1-1
88’ Agustín Marsico 1-2

HB - 07 Vestur 3-0 (0-0)
50’ Daniel Johansen 1-0 (br.)
67’ Áki Debes Samuelsen 2-0
80’ Adrian Rúnason Justinussen 3-0

B68 - EB/Streymur 0-1 (0-1)
10’ Gutti Dahl-Olsen 0-1

Víkingur - KÍ 0-0

Skála - NSÍ 1-4 (0-2)
13’ Hans Marius Davidsen 0-1
28’ Einar Tróndargjógv 0-2
46’ Klæmint Andrasson Olsen 0-3
78’ Ari Ólavsson Ellingsgaard 3-1
88’ Hans Marius Davidsen 4-1


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2022

51 Leygardagur 28. mai 2022

KÍ leingir við Heina Vatnsdal

Oddaliðið styrkir seg og hevur í seinastuni longt við bæði Páll Klettskarð og Odmar Færø. Eisini hevur felagið skrivað undir við ungan lokalan leikara

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í vikuni boðaði felagið frá enn einum longdum sáttmála. Miðverjin Heini Vatnsdal verður partur av KÍ tvey tey næstu árini.

- Heini hevur, saman við Odmari Færø, myndað KÍ miðverjuna seinastu árini, og er avgerðandi fyri sterka verjuspæli, sum KÍ vísir á vøllinum, skrivar felagið á heimasíðuni.

30 ára gamli landsliðsleikarin hevur 51 dystir og seks mál á baki í kongabláa búnanum. Sáttmálin er galdandi til og við 2024.

Gera sáttmála við lokalan
18 ára gamli Silas Ólavsson Gaard hevur undirskrivað sín fyrsta sáttmála við barndómsfelagið. 

Silas er uppvaksin í KÍ, og spældi á 1. deildar liðnum á fyrsta sinni í fjør. Í ár hevur hann verið fastur maður í 1. deild, samstundis sum hann hevur vant undir Mikkjali í Betri hópinum.

Tá KÍ tók ímóti ÍF í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, fekk Silas sín fyrsta dyst fyri besta liðið, tá hann kom inn í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2022

52 Leygardagur 28. mai 2022

Håkan Ericson úttikið 23 leikarar til Nations League dystirnar í juni

Seks leikarar eru úr KÍ, men eingin Páll Klettskarð er at síggja á listanum

Håkan Ericson, høvuðsvenjari á A-landsliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Håkan Ericson kunngjørdi mánadagin A-landsliðshópin, sum skal verða við til teir fýra dystirnar í Nations League í juni mánaði.

Fleiri høvdu helst væntað, at málrevurin hjá klaksvíkingum, Páll Andrasson Klettskarð, var millum teir úttiknu, men hann er ikki á listanum fyribils. 

Men afturat teimum 23 leikarunum, sum eru úttiknir, verður ein álopsleikari úttikin afturat. Tað verður Jóan Símun Edmundsson, um hann verður mettur at vera nóg birgur til at spæla. Um ikki, kann vera, at pláss er fyri Pálli.

Skráin
4. juni Turkaland - Føroyar 
7. juni Føroyar - Luksemborg
11. juni Føroyar - Litava
14. juni Luksemborg - Føroyar  

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Rene Shaki Joensen, KÍ
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Viljormur Davidsen, Helsingborg IF
Daniel Johansen, HB 
Sonni Ragnar Nattestad, B36 
Odmar Færø, KÍ 
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK
Hørður Askham, HB 
Heini Vatnsdal, KÍ 
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd 
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, KR Reykjavík 
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ 
Ári Mohr Jónsson, HB 
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ 
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen
Hannes Agnarsson, HIK 
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, Keflavík 

Eftir at hópurin er úttikin, eru okkurt avboð komin. Fyrstur at geva avboð var málverjin hjá HB, Teitur Gestsson, sum hevur ein lítlan skaða at dragast við. Í hansara stað sendi landsliðsvenjarin boð eftir Kristiani Joensen úr EB/Streymi.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2022

53 Leygardagur 28. mai 2022

U21 hópurin móti Ukraina og Serbia úttikin

Sámal Erik Hentze og Atli Gregersen hava úttikið 20 spælarar til dystirnar móti Ukraina og Serbia, sum vera á Tórsvølli og í Klaksvík 1. og 7. juni

Atli Gregersen, hjálparvenjari á U21-landsliðnum (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyska U21-landsliðið hevur tveir dystir eftir at spæla í verandi EM-undankapping. Og um úrslitini verða føroyingunum til vildar, er møguleiki framvegis fyri, at liðið kann spæla seg víðari til EM-endaspælið, sum verður í Rumenia og Georgia komandi ár.

Fyrri dysturin í hesum umfarinum verður á Tórsvølli týsdagin 1. juni klokkan 18, tá ukrainar koma á vitjan. Tá liðini hittust á Zaporizhzhya City Stadium í oktober í fjør, gjørdist úrslitið 1-0 til heimaliðið.

Seinasti dysturin í hesari undankappingini verður á Djúpumýru í Klaksvík týsdagin 7. juni klokkan 16:15. Og talan kann møguliga gerast um eina “finalu” um 2. plássið í bólkinum. Í løtuni er støðan nevniliga tann, at Ukraina hevur 13 stig, Serbia hevur 11, meðan Føroyar hava 9 stig.

Her skal tó leggjast afturat, at ukrainar hava spælt seks dystir, meðan Føroyar og Serbia hava spælt átta. Tá føroyska liðið vitjaði á Stadion Karadjordje í november í fjør, endaði tað við málleysum javnleiki.

Sámal Erik Hentze er venjari hjá U21-landsliðnum, men mánadagin var tað hjálparvenjarin, Atli Gregersen, ið kunngjørdi teir 20, ið eru boðsendir til komandi uppgavur.

Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB 
Samuel Johansen Chukwudi, R. U. Saint-Gilloise 
Áki Johannesen, B68 
Elias Rusborg, Hvidovre IF 
Meinhard Geyti, NSÍ 
Pætur Skipanes, NSÍ 
Jóhan Joensen, EB/Streymur
Noah Hans Mneney, Víkingur
Magnus Holm Jacobsen, B36 
Ragnar Skála, AB 
Stefan Radosavljevic, HB
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF 
Andrass Johansen, B36 
Símun Sólheim, B36 
Áki Samuelsen, HB 
Lukas Giessing, Nykøbing FC 
Poul Kallsberg, Skála
Steffan Løkin, B68 
Olaf Bárðarson, Víkingur

Eftir úttøkuna hevur føroyingurin í belgiskum fótbólti, Samuel Johansen Chukwudi givið avboð. Hann hevur leingi drigist við skaða, men mett verður ikki, at hann er nóg birgur enn til tveir krevjandi landsdystir.

Í staðin fyri Samuel hava venjararnir sent boð eftir Jørgen Nielsen, sum spælir fyri Östers IF í Svøríki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2022

54 Leygardagur 28. mai 2022

Meinhard skoraði sítt fyrsta mál fyri Mjøndalen

Landsliðsleikarin skoraði seinni málið í 2-0 sigri á útivølli móti Sandnes Ulf mánakvøldið, og talan var um eitt dundurskot. Mjøndalen er oddalið í næstbestu norsku deildini

25-ára gamli Meinhard Egilsson Olsen hevur eisini lagt upp til fýra mál í fyrstu átta dystunum hjá Mjøndalen, har hann er fastur maður (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Meinhard Egilsson Olsen skifti í vetur til Mjøndalen, sum farna kappingarár flutti niður úr Eliteserien. Liðið spælir harvið í OBOS-ligaen, ið er næstbesta deildin í Noreg, og har hevur liðið úr Drammen kommunu - ikki langt frá Oslo - fingið eina sera góða byrjan. Eftir útisgurin mánadagin hevur Mjøndalen 22 stig út av 24 møguligum eftir átta umfør.

Longu eftir seks minuttir legði áleyparin Benjamin Stokke útiliðið á odda, og hóast Sandnes Ulf, ið hevði føroyska U21 landsliðsleikaran Gullbrand Øregaard á bonkinum allan dystin, hevði nakrar stórar møguleikar til at javna, so var 0-2 í steðginum takkað verið einum føroyskum máli.

Fimm minuttir fyri hálvleik stakk bólturin leysur til Meinhard Olsen, ið staddur á brotsteigarmarkinum smekkaði til, og so hevði 25-ára runavíkingurin skorað sítt fyrsta mál fyri felagið. 

Dysturin endaði 2-0, og Meinhard hevði harvið ein heilt góðan dag. Fyrrapartin varð hann úttikin til føroyska A-landsliðið, sum í fyrru hálvu av juni skal spæla fýra 

Meinhard Egilsson Olsen byrjaði inni á vinstra vongi og spældi allar 90 minuttirnar, eins og hann hevur gjørt teir flestu dystirnar hjá ósigraða oddaliðnum í OBOS-deildini í ár. Higartil hevur kviki vongurin lagt upp til fýra mál og nú skorað eitt.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2022

55 Leygardagur 28. mai 2022

U16-landsliðið hjá dreingjum úttikið

Uppgávan er tveir dystir móti Íslandi í høllini á Hálsi í juni. 19 leikarar eru úttiknir, og hetta eru fyrstu landsdystirnir hjá ungu monnunum

David Edvardsen, her við skotroynd í dyst fyri Kyndil, er annar av landsliðsvenjarunum (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kalendarin hjá føroysku U-landsliðunum í hondbólti er á tremur við dystum, og millum annað hevur U16 landsliðið hjá dreingum - eins og tað hjá gentum - dystir móti Íslandi á skránni í juni.

Í tí sambandi hava landsliðsvenjararnir, Terji Mørk og David Edvardsen, úttikið 19 leikarar

Hetta eru fyrstu landsdystirnir hjá ungu monnunum, sum skulu spæla European Open 2023 og EM-kapping í 2024, skrivar hsf.fo.

Hópurin:

Málverjar:
Ingi Johannesen, H71
Nóa Larsen, EB
Torkil Skála, ÍA

Útileikarar:
Brian Eyðfinnsson, Neistin
Bogi Jógvansson Christiansen, Neistin
Lýðar í Dímun, Neistin
Magnus Árason, Neistin
Rógvi Brimnes, Neistin
Sebastian Gullfoss, Neistin
Jákup Egholm, H71
Jógvan Andrias Lamhauge, H71
Jón Midjord, H71
Haraldur Karlsson, H71
Magnus Rubek Carlsen, H71
Silas Larsen, EB
Torkil Sverri Dahl, EB
Erling Erlendsson, Kyndil
Rúnar Hammer, Kyndil
Jógvan Svarthamar, VÍF

Dystirnir móti Íslandi eru á skránni 11. og 12. juni í Høllin á Hálsi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2022

56 Leygardagur 28. mai 2022

Hondbóltur: U16-landsliðið hjá kvinnum úttikið

22 leikarar eru úttiknir til landsdystirnar í Íslandi og European Cup í Svøríki í summar

(Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Landsliðsvenjararnir hjá U16-landsliðnum hjá kvinum, Kristinn Guðmundsson og Agnar Joensen, hava úttikið 22 leikarar til landsdystirnar móti Íslandi 4. og 5. juni í Íslandi og European Open í Svøríki 4. til 8. juli.

Til European Open eru Føroyar komnar í bólk saman við Montenegro, Svøríki og Hollandi.

Venjararnir hava gjørt av at arbeiða við einum breiðum hópi, harav nakrar bert verða við til dystirnar í Íslandi og aðrar bert til dystirnar í Svøríki, skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum.

Hópurin er hesin:

Málverjar:
Gylta á Neystabø, Kyndil
Anita Dahl, H71 (Ísland)
Maria Beder, H71 (Svøríki)

Útileikarar:
Silja Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Sára Sóleyardóttir Hórðará, VÍF
Joan Johannesen, Kyndil
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF
Elin Maria Rapa, VÍF
Silrið Mørkøre Kruse, EB
Ró Reginsdóttir, Kyndil
Helena Dahl Magnusardóttir, H71
Fjóla Skaalum Vilhelm, H71
Karinbeth Kjærbæk, Kyndil (Ísland)
Elida Joensen, H71 (Ísland)
Guðrun Andreasen H71 (Ísland)
Sára Berg á Lag, H71 (Ísland)
Marta Højgaard, H71 (Ísland)
Bára Eliasen, Kyndil (Svøríki)
Sophilia Wraae Mukisa, Neistin (Svøríki)
Katrin Hansen, Kyndil (Svøríki)
Bára Reginsdóttir, Kyndil (Svøríki)
Agatha Djurhuus, VB (Svøríki)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2022

57 Leygardagur 28. mai 2022

Ítróttin tekur saman hendur

Aðalfundurin hjá ÍSF samtykti strategisku ætlanina, sum felagsskapurin hevur arbeitt við seinasta árið. Á aðalfundinum bleiv Elin Heðinsdóttir Joensen eisini afturvald sum ÍSF forseti

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

ÍSF hevur seinastu seks árini verið í eini menningartilgongd, sum var góðtikin og samtykt av aðalfundinum um vikuskiftið. Starvsnevndin og umsitingin hevur saman við sambondunum arbeitt miðvíst við strategisku ætlanini seinasta árið.

- Hetta er ein stórur dagur, har vit í felag taka saman hendur um føroyskan ítrótt, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.

4 strategisk átøk

Strategiin hjá ÍSF fram til 2026 snýr seg um fýra átøk, sum sambondini í felag skulu taka sær av og so ein røð av átøkum savnaði undir einum, sum umsitingin hjá ÍSF tekur sær av.

Felagsátøkini eru hesi:
1. Øll skulu við
2. Styrkja úrvalsumhvørvini
3. Fjálga um sjálvboðin
4. Ítróttagleði fyrst og fremst

Ein strategi ment í felag

Øll sambondini hjá ÍSF vóru boðin við í arbeiðið at menna strategiina. Fíggjarliga og fyrisitingarliga orkan er ymisk og tí fer eisini at vera munur á, hvussu langt sambondini hvør í sínum lagi røkka, áðrenn 2026. Tað verður virt og góðtikið. Tað sum hevur týdning er, at ein strategi er ment í felag, sum veruliga kann gera mun fyri føroyingar og føroyska ítrótt.

- Sum forseti í ÍSF hevur tað verið ein heiður at standa á odda fyri hesum arbeiðnum. Vit hava verið ósamd og vit hava verið heit, men vit hava altíð strembað eftir semjuni. Eg tori at siga, at vit øll fegnast um úrslitið og kósina, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.

Strategiin hjá ÍSF 2022-2026 kann heintast her

[object Object]
Elin Heðinsdóttir Joensen

Elin forseti afturvald

Á aðalfundinum bleiv Elin Heðinsdóttir Joensen afturvald sum forseti í ÍSF. Nevndarval var eisini á skránni til aðalfundin, men bleiv nevndarvalið útsett til eykaaðalfund seinni í summar.

Í samband við aðalfundin fingu Jógvan Magnus “Eggaba” Andreasen (Bogaskjótisamband Føroya), Gunn Ellefsen (Hondbóltssamband Føroya) og Ingi Samuelsen (Umboð fyri menningarsambondini í ÍSF) handað gullnál ÍSF.

Tíðindaskriv frá ÍSF 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2022

58 Leygardagur 28. mai 2022

Føroya Styrkisamband havt aðalfund

Styrkisambandið er enn menningarsamband í ÍSF, men arbeitt verður støðugt fram ímóti at gerast eitt sersamband

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nevndin í Styrkisambandinum er eftir aðalfund í farnu viku mannað soleiðis: Heini Hátún, Niels Juel Arge, Anna Kristina Norðberg Niclasen, Jákup Súni Berg og Sonni Eliassen. Tiltakslimir eru Rói Hjaltalin og Niels Áki Mørk.

Styrkisambandið er enn menningarsamband í ÍSF, men arbeitt verður støðugt fram ímóti at gerast eitt sersamband. Umstøðurnar verða tá enn betur at menna tær fýra styrkiítróttargreinarnar undir FSS: Vektlyfting, styrkilyfting, kúlulyfting og rørslumegi. 

Seinastu tíðina hevur serliga vektlyftingin verið frammi, men við Føroyaleikirnar 1. juli í Klaksvík verður í Spinnarínum skipað fyri FM í styrkilyfting. Dagin eftir, 2. juli, kappast vektlyftararnir. Kappingin í kúlulyfting verður sunnudagin 3. juli. 

Klaksvík er miðstøð fyri føroyska kúlulyfting, og venjingin fer fram í Full Power. Kúlulyfting er tað sama sum kettlebell, og mongum kanska ókunnugt hevur besti føroyski kúlulyftarin, Sonni Eliassen, verið bæði heims- og europameistari. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2022

59 Leygardagur 28. mai 2022

Dia P. Johannesen

Minningarorð um fyrrverandi borgarstjóran í Runavíkar kommunu

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Tórbjørn Jacobsen

Millum manna um okkara leiðir varð hann ikki róptur fyri annað enn Dia P. Er tú ikki einnevndur í bygd ella í einum øki, verður tú málsliga eyðmerktur á annan hátt, og fríggjadagin í farnu viku fingu vit boðini um, at ein av okkara fyrrverandi borgarstjórum var farin í annað ljós at vera - 84 ára gamal. Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað. Harvið rakk hann gott og væl kempualdri.

Dia P. var borgarstjóri í Runavíkar kommunu í 10 ár í trimum syftum. Árini 1975-1976, 1977-1980 og aftur í árunum 1985-1988.

Dia P. var nesmaður, og á Nesi varð hann borin í heim hin 28. september 1937. Sonur Joenu (f. Jacobsen) ættað úr Leynum og Niclas Johannesen ættaður av Nesi. Tey bæði áttu synirnar Sigfred og Dia. Niclas var skipari, men doyði av sjúku stutt eftir seinra kríggj, og soleiðis gjørdist Dia faðirleysur longu 10 ára gamal. Hann royndi sjógvin, sum hann hevði stóran áhuga fyri og hug til, og 16 ára gamal fór hann til skips við Coraliu, sum Jørgen Davidsen førdi. Hann hevði eitt brennandi ynski um at gerast skipari, men eyguni kundu ikki tað sama sum hann ynskti, hann stóð ikki sýnsroyndina, tí saðlaði hann um og legði leiðina eftir kennarastarvinum. Veturin 1956/1957 var hann næmingur á Føroya Fólkaháskúla, eftir tað eitt ár til skips av nýggjum og í 1958 var hann tikin upp á Føroya Læraraskúla, haðan hann fekk prógv í 1962. Av tí at kennaraútbúgvingin var annað valið, skiparaútbúgvingin stóð fremri, men ómøgulig at røkka, hevur hann sjálvur greitt frá, at hann legði skúlataskuna í ein klæðsekk á ferðini við mjólkarbátinum til Havnar fyrsta skúladagin. Hann var ikki heilt álvuligur við støðuna. Nakrir sum gingu í sama flokki vóru Arni Ludvig, Óli Simonsen, Hans Jacob Sigvardsen og Hilmar Kass.

Dia P. gjørdist lærari við Tofta skúla eftir lokna útbúgving, og har var hann í starvi øll síni virkisár sum skúlamaður. Varaskúlastjóri var hann frá 1988 og eitt skeið tók hann á DHL í 1972. Hann var nógv av- og umhildin sum lærari millum næmingar og foreldur. Spjaddi natúrligan aga kring um seg, - har var friður til frálæru.

Í 1965 giftust Dia P. og Bergljót, - fødd Hansen. Begga er dóttir tey bæði Ingu og Niels Paula Hansen í Heimistovu á Glyvrum. Tey bæði bygdu sær hús uppi við Dalavegin í 1966, og sum so mong onnur teknaði verfaðirin eisini hesi húsini. Hetta er um tað mundið, táið nógvir nýggir kennarar koma til lutfalsliga nýggja realskúlan á Glyvrum, úr ymsum heraðshornum, og einaferð settu teir sær fyri at geva út eitt blað, - Fjarðbúgvan. Hans Jacob Sigvardsen (fyrsti blaðstýrarin), Per Hansen, Monrad Holm, Jóhann Kjeld og Kaj Aage Troest vóru lærarar við Glyvra skúla og saman við teimum byrjaði Dia P. blaðútgávu í 1970. Herrópið í fyrsta blaðnum var: “Í rúma tíð hava vit, ið standa fyri fyrstu útgávu av hesum blað, verið brennandi fúsir at fingið eitt málgagn fyri tað fólk, ið býr ella búleikast um hesar leiðir.” Stovnararnir løgdu allir sín lut í hetta vældámda blað, sum kom regluliga út fram til 1975.

Dia P. var tjóðskaparhugaður maður. Hevði stóran alsk til móðurmálið og føroyskar bókmentir. Lærdi eisini frá sær í móðurmálinum. Av yrkjarunum dámdi honum serliga væl Janus Djurhuus og Christian Matras. Yvirhøvur var hann ein sera væl lisin maður og fyrsta útlendska mál hansara var enskt. Hóast hann ongantíð tók av fleiri tilboðum um at stilla upp til løgtingsval fyri Fólkaflokkin, sum hann var partur av, eisini lokalfelagnum í Eysturoy, so var áhugin fyri landspolitikki ikki sørur. Jóannes bóndi, og teir sum stríddust fyri størri sjálvræði í Føroyum, vóru hansara fyrimyndir. Slóðin til fyrsta yrkisvalið, sjólívið, kámaðist ongantíð. Veiðilyndi lá í honum og javnan vóru vinnulívsmaðurin Sofus Thomsen og hann útrónir. Teir vóru skyldmenn úr Porkeri og góðir vinir. Teir dámdu best at rógva við kalvalínu og størsti kalvin teir fingu vá 470 pund. Tá stríddust teir leingi, men Dia P. helt tá fyri, at hevði føroyski báturin ikki verið so væl smíðaður – laðaður – hevði verið ringt at bast honum. Teir báðir Sofus trivust væl við sílatráðu og sóust tíðum út fyri oyruni í Skálafirði og onkrar túrar gjørdu teir eisini yvir í áirnar í Íslandi.

Dia P. treivst serliga væl í natúruni. Tey sum ferðaðust um leiðirnar omanfyri bygdina á Nesi minnast, hvussu íðin hann var at røkja sílastovnin í Nesvatni, mongum til fragdar. Tónleikaevnini hjá børnunum koma helst úr báðum slóðum, - Dia P. leikti á fiól á Læraraskúlanum og fekk hægsta próvtal í hesi disciplinini. Stóri alskurin stóð til klassiskan tónleik og best dámdi honum strúkara- og fióltónleik.

Dia P. var innsnúgvin maður av lyndi. Innhugsin og væl var at hugsa við, men hann rann ikki aftaná fólki fyri at gerast partur av einhvørjum túnatosi. Hann kundi tosa, men var ikki serliga snakksaligur, og tosaði ongantíð ilt um onnur.

Spurningurin er so hvussu ein innsnúgvin maður kann gerast politikari. Ja, tann borgarstjórin í Runavíkar kommunu, sum hevur sitið longst í starvinum – í 10 ár tilsamans. Hann var ongantíð vanligur býráðslimur – men borgarstjóri øll árini hann var umboðaður í býráðnum. Hinir, tá vóru tað bara menn, hava valt hann eftir evnunum, sum teir vistu at hann átti í sær. Í grundini kundi tað kennast sum eitt paradoks, at ein nesmaður, búgvandi á Glyvrum, gerst borgarstjóri í innaru kommununi so fá ár eftir at Nes Sóknar Kommuna gekk sundur í tvinnar lutir pr. 1. apríl 1967. Umframt egin evnir kann ein millumrokning vera, at hann giftist inn í eina kommunalpolitiska sferu. Verfaðirin, stóri framtaksmaðurin Niels Pauli í Heimistovu, sat í Nes Sóknar kommunu í 22 ár og 13 av hesum var hann kommunustýrisformaður. Hetta var tíðin, táið tær stóru avgerðirnar vórðu tiknar, sum av álvara fluttu økið fram á leið. Niels Pauli var eisini tjóðskaparhugaður fólkafloksmaður, men táið partapolitisk uppstilling ongantíð hevur verið partur av kommunupolitikkinum um hesar leiðir, stillaðu teir báðir upp á borgaralistum, har ymsi áhugamál vóru umboðað.

Árini, Dia P. Johannesen sat sum borgarstjóri – tá var tað hálvtíðarstarv og umsitingin lítil – nógv knoss og stór ábyrgd lá á herðum borgarstjórans - vóru eisini ein stór menningartíð um hesar leiðir. Á skúlaøkinum, ansingarøkinum, ítróttarøkinum, við havnaløgini etc. gekk tað støðugt og skjótt fram á leið, hóast peningurin ikki var hin sami sum í okkara tíð. Teir, sum sótu saman við honum, rósa honum í allar mátar. Avgjørdur demokratur, lurtaði eftir øllum og tók saman um, greiður í øllum lutum og ruddiligur. Har hingu ongir lepar uppi við. Hann stillaði ikki uppaftur í 1980, eftir 6 ár í borgarstjórasessinum, men í 1984 fekk onkur hann til at taka eitt tørn afturat, og tað merkisverda er, at hann enn einaferð verður valdur í evsta sessin í býráðnum. Eftir 4 árum kundi man rokna við, at aðrar politiskar alliansur vóru vorðnar so magnfullar og treystar, at ein afturvendur borgarstjóri ongan kjans hevði, men maðurin við førleikunum varð aftur settur upp á trónuna. Ikki tí at hann ynskti tað, men tí at aðrir ynsktu at so skuldi vera. Í 1988 stillaði hann ikki uppaftur, - tá hevði hann væl og virðiliga gjørt sína borgaraskyldu.

Børnini hjá Beggu og Dia P. eru øll alkend í Føroyum og eru gávað á mongum mótum. Niclas, Urd og Øssur.

Mátti Hann, ið øllum ræður, givið tær, Dia P. Johannesen, ein tignarligan sess í hini himnesku sferuni.

Fyri Runavíkar kommunu
Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2022