Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 11. juni 2022 | Nr. 24 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Mette F. hevði gávu við: Byggir føroyingum nýtt fongsul

SíÐa 6

1 Leygardagur 11. juni 2022

Góðan lesihug og gott vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

oddagrein

Tryggja vesturheiminum tryggleika

Vesturheimurin er vorðin tryggari. Er boðskapurin hjá donsku stjørnini og føroyska landsstýrinum eftirfarandi, so eru tað blivið tryggari at vera borgari í vesturheiminum, nú avtala er gjørt millum Føroyar og Danmark um at seta upp ein eftirlitsradara at halda eyga við flogferðsluni í higartil óeftiransaðu loftgeilini millum Ísland og Grønland.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum, sum onkursvegna er tann, ið best hevur dugað at lýst støðuna, sigur at vit eru blivin partur av demokratiska vesturheiminum, við herðslu á demokratiska.

Tjóðveldi hinvegin sigur, at undirskriftin, ið varð sett á skjalið “Fortreytir fyri at seta upp lofteftirlitsradara í Føroyum”, er størsta ráðagerð, ið gjørd er av føroyingum móti føroyingum í nýggjari tíð. Tí løgtingið ikki slapp at viðgerða umsóknina og taka avgerð um skrivast skuldi undir ella ikki.

Nasjónalistarnir hava nú fingið ein nýggjan knagga at varpa sínar boðskapir út frá, og vit skulu í komandi valstríði hoyra og fáa endurtikið, at ein skarnsgerð varð gjørd móti Føroya fólki. Boðskapir, hvørs endamál er at fáa fleiri við í liðið, sum tráar eftir fullveldi.

Í tí stríðnum er spurningurin um hvørja síðu vit hoyra til í verjupolitiskum samanhangi óviðkomandi í fyrstu atløgu. Signalpolitikkurin mótvegis yvirskipaða málinum verður til eina og hvørja tíð tikin framum keðiligan realpolitikk. Hóttanir frá harðræðingum, Putin til dømis, eru løtubagatellir sæð í ljósinum av stóra málinum, sum er at varpa danir á dyr einaferð með alla.

Javnaðarflokkurin hevur hinvegin góðtikið, at sitandi borgarliga samgongan framvegis hevur ein fólkaræðisligan løggildi, legitimitet, aftan fyri seg. Flokkurin atkvøddi ja til uppskotið hjá Tjóðveldi um at krevja radaramálið fyri løgtingið. Tað fall við 9 atkvøðum fyri og 12 ímóti – ikki ein stórur, men ein púra greiður meiriluti.

Tá tað so ikki vóru útlit til at fáa málið til viðgerðar í løgtinginum, sá flokkurin veruleikan í eyguni, og luttók, sum skilst, konstruktivt í viðgerðini í uttanlandsnevndini og mælti landsstýrismanninum við endaligu avgerðini til at skriva undir avtaluna við donsku javnaðarstjórnina.

Álvarin í málinum vigaði tyngri enn politisku signalini at brúka í einum komandi valstríði um at fáa valdið her á landi komandi valskeið. Hattin av fyri tí.

Henda støðutakanin og støðutakanin hjá Tjóðveldi er skiljandi. Eitt sindur meira óskiljandi er at hoyra umboð Fólkafloksins í uttanlandsnevndini grundgeva fyri hví hann mælti Jenisi til at drála eitt sindur við at skriva undir.

Vit hava ikki fingið nóg mikið burtur úr, segði hann og nevndi fríhandilsavtalu við ES, og hartil vóru eisini “nøkur viðurskifti millum Føroyar og Danmark”, sum hann ikki ynskti at koma nærri inn á.

Fólkafloksgrundgevingar fyri víðarikomin, ið neyvan eru fatandi fyri vanlig fólk. Handilsavtalu við ein ávísan markna afturfyri at veita vesturheiminum tryggleika? At drála, tí okkurt ónevnt liggur á láni? Ikki álitisskapandi, heldur tað øvugta. At okkara partur at tryggja vesturheiminum tryggleikan skal kapitaliserast, er kanska heilt vanligur fólkaflokshugburður, men ikki er tað dámligt.

Tá fíggindin stendur uttan fyri hurðina við byrsumúlanum til reiðar at skjóta, er ov seint at rópa eftir hjálp. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2505

    Lisnar síður: 7299

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 11. juni 2022

Talan verður um ein ómannaðan radara

Ongi hernaðarlig manning ella vápn verða atknýtt komandi eftirlitsradaranum á Sornfelli

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eftirlitsradarin, sum nú skal setast upp á Sornfelli verður ein automatiskur radari, sum ikki krevur, at manning er til staðar fyri at handfara skipanina.

Tað segði Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanlandsmálum á tíðindafundi í Tinganesi.

Upp á fyrispurning um hvør skal taka sær av radaranum segði Morten Bødskov, danskur uttanríkisráðharri, at talan verður um eitt “miks av sivilum og hernaðarligum fólkum”.

Men her var Jenis av Rana skjótur at leggja afturat, at tað ikki verður talan um at senda danska ella aðra útlendska manning til Føroyar at manna radaran, tí radarin verður automatiskur. Og at tað heldur ikki í avtaluni liggur nakað yvirhøvur um at vápn ella fólk verða tilknýtt radaranum í Føroyum.

Føroyskt vinnulív kann bjóða

Eins og skrivað stendur í donsku semjuni um arktiska kapasitetspakkan, so fær vinnulívið í Føroyum og Grønlandi møguleika at bjóða upp á arbeiðini, sum skulu gerast í sambandi við útbyggingarnar av eftirlitinum í Føroyum og Grønlandi.

Talan er um eitt stórt arbeiði, ið skal gerast, tí danska stjórnin roknar við at brúka smáar 400 milliónir krónur til uppseting av komandi radaranum.

Í avtaluni, sum Jenis av Rana og Morten Bødskov skrivaðu undir í dag stendur,  at “føroyskar fyritøkur hava á jøvnum føti við aðrar fyritøkur møguleika at bjóða upp á uppgávur í sambandi við, at radarin verður settur upp, t.d. projektering, ráðgeving, innkeyp, konstruktión, bygningar, tøkniligar innleggingar og rakstur.”

Men lagt verður eisini afturat, at áhugaðar fyritøkur skulu søkja um trygdargóðkenning undan einum útboði.

Føroyingar fáa kopi av øllum dátum

Ætlanin er, at radarin skal standa á Sornfelli, og harvið gagnnýta tað undirstøðukervi, sum longu er gjørt.

“Farið verður undir samráðingar um treytirnar at nýta Sornfelli til endamálið, eisini fíggjarligu viðurskiftini og spurningin um ta ávirkan, tað kann hava á leigumál, ið er”, stendur í avtaluni.

Í avtaluni er eisini tilskilað, at um økið verður trygdaravmerkt, so skal fyrivarni takast fyri, at fólk ganga í fjøllunum, at seyður gongur har og at tørvur kann vera hjá føroyskum myndugleikum at hava standandi ella seta aðra útgerð upp á Sornfelli.

Á tíðindafundinum legði føroyski landsstýrismaðurin eisini dent á, at “allar dátur frá lofteftirlitsradaranum verða latnar Vága floghavn, Vørn og øðrum føroyskum myndugleikum í samsvari við galdandi reglur um trúnaðarflokking.”


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2022

3 Leygardagur 11. juni 2022

Tekur fýra til fimm ár at fáa radaran upp á pláss

Útlendsk herfólk verða ikki knýtt at radaranum í Føroyum

Jenis av Rana og Morten Bødskov skrivaðu undir avtaluna í Tinganesi hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast avtala hósdagin varð undirskrivað millum Føroyar og Danmark um uppseting av radara á Sornfelli, so merkir tað ikki, at sonevnda GIUK-gapið, sum radarin skal fylla, kemur at virka í bræði.

Tað fer helst at taka fýra til fimm ár til radarin koyrir, upplýsti danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, á tíðindafundi í Tinganesi.

Talan verður ikki um at skipa eina støð við føstum hernaðarligum starvsfólkum at handfara radaran.

- Hernaðarligi parturin av hesum radaranum verður ikki staðsettur í Føroyum. Hesin parturin verður fjarstýrdur, greiddi Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum frá á tíðindafundinum.

Tað, sum nú hendir er, at føroysk og donsk embætisfólk fara at seta seg niður til at fyrireika arbeiðið við at seta eftirlitsradaran upp í Føroyum.

Semjan sæst her  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2022

4 Leygardagur 11. juni 2022

Kunnu rokna við øktum hernaðarligum virksemi í okkara øki

- Men russisku fiskiskipini í Føroyum eru ikki nøkur hernaðarlig hóttan, staðfestir danski verjumálaráðharrin

Morten Bødskov (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Tað er púra vist, at vit fara at uppliva størri hernaðarligt virksemi í okkara øki í komandi tíðum. Enn merkja vit ikki so nógv til russiskan ágang í okkara øki. Hesin ágangur sæst í løtuni best í Ukraina. Men tað er uppgávan hjá ríkisfelagsskapinum at halda eyga við, hvat hendir í Norðurhøvum og Arktis, og eisini í Eystrasalti og økinum við Baltikum.

Tað segði danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, á tíðindafundinum í Tinganesi hósdagin.

Upp á fyrispurningin um danski verjumálaráðharrin ella danska verjan stúrir fyri, at russisk fiskiskip sleppa at vera í føroyskum havnum, segði verjumálaráðharrin, at tað er ikki nakað, sum danska verjan sum so leggur nakað í.

- Okkara áhugi er, hvat hendir á hernaðarliga økinum, og her er tað, at komandi radarin í Føroyum hevur týdning.

[object Object]Morten Bødskov og Jenis av Rana á veg á fund í samstarvsráðnum eftir at hava skrivað undir radaraavtaluna (Mynd: Sverri Egholm)

Men tað kann taka upp til fimm ár áðrenn radarin koyrir sum ætlað. Hvat ætlar danska verjan at gera til radaran koyrir? varð spurt á fundinum.

- Tað finnast aðrar loysnir at fylgja við ferðsluni í økinum. Tað verður upp til komandi samráðingarnar at finna út av, hvussu vit kunnu styrkja eftirlitið av Norðurhøvum og Arktis í tíðarskeiðinum til radarin kemur upp at koyra, segði Morten Bødskov.

Á tíðindafundinum í morgun kom Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum eisini inn á, at Nato herflotin hesa seinastu tíðina hevur verið meira sjónligur í Føroyum við vitjan av tveimum kjarnorkuriknum kavbátum og øðrum flotaskipum.

- Hetta gevur okkum tryggleika. Tað er ikki tí – skipini hava altíð verið her. Tey eru bara farin í havnir í grannalondum okkara fyri at bunkra og skifta manning. Hjáveran av hesum flotaskipum skal síggjast sum, at vit í Føroyum nú endiliga hava staðfest, at vit eru ein partur av vesturheiminum og vesturlendska verjusamstarvinum, segði Jenis av Rana. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2022

5

Størv

Starvsfólk til reingerð

Meira Umsóknarfreist:

Sjúkrarøktarfrøðingur til Giljagarð í Leirvík

Meira Umsóknarfreist:

Royndur bókhaldari søkist vegna kunda

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2024

Maskinmeistari til teknisku deild á virkinum á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. mai 2024

BYGGIFRØÐINGUR TIL KONTRAST

Meira Umsóknarfreist: 28. apríl 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2024

Fólk til rammuverkstaðið - Atlanticpane

Meira Umsóknarfreist:

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist:

Føroya besti KT-ráðgevi?

Meira Umsóknarfreist: 01. mai 2024

Vísindastarv í tólnet (IoT) til Náttúruvísindadeildina

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Lærarar til Miðnám í Suðuroy

Meira Umsóknarfreist:

Leiðari til verkstaðin hjá Berg Motors

Meira Umsóknarfreist:
6 Leygardagur 11. juni 2022

Mette F. hevði gávu við: Byggir føroyingum nýtt fongsul

Løgmaður og danska forsætisráðfrúan skrivaðu undir ætlanarskriv á fundi týsdagin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Vit hava skrivað undir eitt ætlanarskriv um at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum.

Soleiðis ljóðaðu boðini frá løgmanni á stuttum tíðindafundi eftir fundin millum løgmann og donsku forsætisráðfrúuna, sum byrjaði almennu Føroyavitjan sína fyrrapartin týsdagin.

Sostatt hevði Mette Frederiksen eina gávu við áðrenn avtala seinni í vikuni varð gjørd um at seta upp radara á Sornfelli. Týsdagin kundi hon so boða frá, at dagarnir hjá Mjørkadalsstøðini undir Sornfelli sum fongsul nú eru taldir.

Danmark fer at byggja eitt nýtt og tíðarhóskandi fongsul, hetta so at tey innsettu fáa virðiligar umstøður at sita revsingina, og at føroyingar eisini sleppa undan at fara niður til Danmarkar í fongsul.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Men Mette Frederiksen vísti staðiliga aftur, at samband er millum hetta lyftið og ætlanirnar um radaran, tá hon varð spurd um hetta av Føroysku Tíðindastovuni í Keypmannahavn, sum undraðist yvir, at fyrispurningar frá føroyskum fólkatingslimum um júst hetta ikki høvdu borið á mál, og tað kundi bera til júst nú, sum Danmark hevur eitt ynski um at seta eftirlitsradara upp í Føroyum.

- Eg kann bara vísa aftur, at talan er um nakað samband hesum viðvíkjandi. Hesi málini hava einki við hvørt annað at gera, segði Mette Frederiksen, sum annars upplýsti, at tað nú verður farið undir fyrireikandi projekteringsarbeiðið beinanvegin, og so verður roknað við, at fongslið kann byggjast helst í tíðarskeiðinum 2027 til 2030.

Men áðrenn komið er so langt, skal spurningurin um staðseting eitt nú avgerast. Løgmaður hvørki kundi ella vildi avdúka nakað um staðsetingina. Tað verður ein spurningur, sum skal takast upp í føroysku politisku skipanini fyrst, segði løgmaður.

Fongsulsverkið og kriminalforsorgin er danskt málsøki. Tað hevur leingi verið eitt føroyskt ynski at fáa eitt tíðarhóskandi fongsul í Føroyum.

Yvirlýsingin sæst her

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2022

7 Leygardagur 11. juni 2022

Løgmaður og Mette í Koltri

Danska forsætisráðfrúan vitjaði í Koltri seinnapartin týsdagin

Mynd: Philip Meisner, Statsministeriet
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í góðveðrinum týsdagin vóru Bárður á Steig Nielsen løgmaður og konan Rakul Nielsen og vitjaðu úti í Koltri saman við danska forsætisráðfrúuni Mette Frederiksen og manninum Bo Tengberg.

Bjørn Patursson frá Tjóðsavninum tók í móti, og greiddi frá um Koltur og Koltursverkætlanina.

Myndirnar tók Philip Meisner, Statsministeriet

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2022

8 Leygardagur 11. juni 2022

Samdir um at styrkja samstarvið

Grønlendski landsstýrisformaðurin er í hesum døgum á almennari vitjan

Múte B. Egede og Bárður Kass Nielsen (Mynd: Landsstýrið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Grønlendski landsstýrisformaðurin Múte B. Egede er í hesum døgum á almennari vitjan í Føroyum.

Fyrrapartin fríggjadagin vitjaðu løgmaður og Múte B. Egede MBM í Hoyvík, umframt Havstovuna og Sjóvinnuskúlan.

Eftir døgurða fóru teir á fund saman úti í Tinganesi. Á fundinum umrøddu teir millum annað, hvussu til ber at styrkja samstarvið millum Føroyar og Grønland, eitt nú á fiskivinnuøkinum. Báðir vóru teir samdir um, at samstarvið eigur at styrkjast.

Í dag skulu Múte B. Egede og Løgmaður millum annað vitja Hondbóltssambandið og Løgtingið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2022

9 Leygardagur 11. juni 2022

Seks Nato-skip í føroyskum firðum

Tað mundu vera mong, sum hvukku við tá eitt stórt herskip sigldi gjøgnum Nólsoyarfjørð sunnudagin. Fimm onnur herskip sigldu eisini millum oyggjarnar á veg til Íslands

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seks Nato-skip sigldu sunnudagin millum oyggjarnar, og eitt teirra sást koma niðan gjøgnum Nólsoyarfjørð.

Talan var um niðurlendska HNLMS Karel Doorman A883. Tað stóð liðugt í 2015, er 204 metrar langt og 30 metrar breitt. Kostnaðurin var 363 milliónir evrur, sum er 2,7 milliardir krónur.

Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum segði við jn.fo, at skipini vóru ávegis til Íslands.

Tey høvdu biðið um og fingið loyvi at leggja leiðina umvegis Føroyar.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2022

10 Leygardagur 11. juni 2022

Heilsan til borgarstjóran við tunnilsmunnan

Mótmæli móti russisku skipunum at síggja í landslagnum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

“Skamma teg, Heðin – blóðpengar”. Soleiðis stóð í eini heilsan til borgarstjóran í Havn, sum hósnáttina varð sett upp við bergholsmunnan oman fyri Oyrareingir. Omanfyri stendur eisini ein minni pen heilsan til tey russisku skipini, ið liggja í føroyskum havnum.

Tað, at føroyingar loyva russiskum fiskiskipum at koma í havn í Føroyum, er vorðin ein søga í útlendskum miðlum. Donsku tíðindafólkini, sum vóru í Føroyum í sambandi við vitjanina hjá Mette Frederiksen gjørdu nógv burtur úr hesi søgu, sum eisini var høvuðssøga í TV-avisen hjá DR mikukvøldið.

Men nú er hetta mál eisini at síggja í almenna rúminum.

Hósmorgunin sást ein plakat við tunnilsmunnan við Oyrareingir, sum greitt vísir ónøgd yvir, at russisk skip sleppa at liggja í føroyskum havnum. Plakatin er málað í litunum hjá ukrainska flagginum og við skjaldramerkinum hjá Tórshavnar kommunu á. 

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2022

11 Leygardagur 11. juni 2022

P/F Wenzel keypt Bilrøkt

Jákup á Borg hevur verið ímyndin av Bilrøkt, og hevur eisini bygt tað upp, men nú taka P/F Wenzel og Rúni Djurhuus yvir sum eigari og hann verður eisini stjóri í samanløgdu fyritøkuni

Feðgarnir Heini á Borg og Jákup á Borg. Heini á Borg hevur 2008 verið ein av eigarunum í Bilrøkt (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Tað er við blandaðum kenslum, at eg nú boði frá, at eg gevist sum stjóri og selji størsta eigarapartin hjá mær í Bilrøkt.

Hetta skrivar Jákup á Borg á Facebook. In.fo skrivar, at P/F Wenzel við Rúna Djurhuus á odda hevur keypt kappingarneytan Bilrøkt. 

Jákup á Borg heldur, at tíðin er tann rætta at selja.

- Bilrøkt er mítt lívsverk, sum eg havi bygt upp ”from scratch” við byrjan í 2005. Eg føli tó at tíðin er røtt at selja, og eri eg hóast alt stoltur av at selja eina so sunna og vælrikna fyritøku, skrivar Jákup á Borg.

- Mín góði vinur Rúni Djurhuus verður nú stjóri, og veit eg tí, at bæði starvsfólk og kundar eru í góðum og tryggum hondum.

- Eg hevði ikki megnað at bygt Bilrøkt upp uttan sera góðar starvsfelagar og makkarum - her ímillum mínum góða pápa, Heina á Borg, uttan hansara arbeiðsmegi, hevði Bilrøkt ikki verið tað tað er í dag, sigur Jákup á Borg.

In.fo skrivar, at Jákup á Borg fer at eiga ein lítlan part í P/F Wenzel, og verður nevndarlimur.

Virksemið hjá Bilrøkt frá byrjan var reingerð av bilum og brúktbilasøla. Virksemið hevur vundið uppá seg seinastu árini, og í 2020 lat Birøkt upp sum bilasøla við nýggjum bilum, og umboðar í dag Kia, MG og Isuzu.

Keypið er treytaður av, at Kappingareftirlitið góðtekur samanleggingina. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2022

12 Leygardagur 11. juni 2022

Vit nærkast 54.000

Fólkatalið er vaksið við 687 fólkum seinasta árið

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tann 1. mai í ár var fólkatalið 53.941 og vaks sostatt við 687 fólkum seinasta árið. Tað svarar til ein vøkstur á 1,3 prosent. Vøksturin er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,6 prosent. Serliga er tað íkastið frá burðaravlopinum, sum er minkað.

Fólkavøksturin er minkaður nakað seinastu mánaðirnar. Í 2020 og 2021 lá árligi fólkavøksturin millum 1,4 prosent og 1,6 prosent, og seinastu árið var hann 1,3 prosent. Hetta hómast í myndini niðanfyri, har trendurin vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 168 fólk og eini nettoflyting á 519 fólk. Í talvuni niðan fyri sæst millum annað, at meðan nettoflytingin var eitt sindur hægri enn í undanfarna tíðarskeiði, so minkaði burðaravlopið niður í helvt.

Av kommunum vaks fólkatalið seinasta árið mest í Tórshavnar kommunu og hevur nú rundað 22.900. Næststørsti vøkstur var í Eysturkommunu og síðani í Nes, Runavíkar og Klaksvíkar kommunum. Í 12 av 29 kommunum minkaði fólkatalið. Størsta minking var í Sands kommunu.

Av bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, Hoyvík, á Argjum og á Toftum, meðan størsta minking var á Sandi og í Runavík.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2022

13 Leygardagur 11. juni 2022

Bachelorar x 4 í tónleiki

Ernst D. Remmel, Aksel D. Remmel, Andrias Blaasvær og Helena Joensen gjørdust øll bachelorar í tónleiki 7. juni - øll fýra við toppkarakterum

Frá vinstru: Aksel D. Remmel, Andrias Blaasvær, Helena Joensen og Ernst D. Remmel
SkrivaÐ:

Tekstur og Myndir: Birgit Remmel

Tann 7. juni 2022 blivu Føroyar fýra ungar og glaðar bachelorar í tónleiki ríkari - og øll fýra endaðu við megnaravrikum og øll fýra við toppkarakterum. Talan er um tey fýra Aksel D. Remmel, Andrias Blaasvær, Helena Joensen og Ernst D. Remmel.

Vit føroyingar eru errin av okkara stórslignu náttúru og av nógvum flottum ítróttaravrikum, men minst eins sjáldsamt er, at okkara lítla oyggjaland megnar at fostra so nógvar og so dugnarligar tónleikarar.

Í mun til okkara fólkatal munnu vit hava “heimsmet” í tali av ungum, sum lesa tónleik ymsastaðni í heiminum: Eini 19 ung tónleikarlesandi runt umkring. Umsett til donsk viðurskifti vildi hetta svarað til, at 1.900 ung donsk lósu tónleik. Talið liggur faktiskt á hædd við tónleikalandið Týskland, har talið av lesandi er 33.000, men stórur partur av hesum eru ikki týskarar, men útlendingar.

Bachelor próvtøkan í tónleiki er ein konsert: Øll fýra skuldu spæla eina heila konsert solistiskt, sum skuldi vara í umleið trý korter. Hetta er leingi at vera á palli einsamallur, og fysiskt og mentalt sera krevjandi, eisini tí at teir ungu tónleikararnir spældu stórt sæð alt uttanat. Fyri at nýta eina mynd úr ítrótti svarar hetta til eitt dansi-maraton, og tey ungu vóru eisini pøst, glað og lættað aftan á sítt avrik.

Konsertirnar skuldu fevna um ávikavist fýra musikkstykki frá ymiskum komponistum og tíðum (trompet) ella um eini trý-fýra solostykki og enda við einum stykki av kamartónleiki saman við øðrum tónleikarum (violin og klaver).

Andrias Blaasvær spældi ikki einans sína egnu bachelorkonsert, men megnaði harumframt eisini at akkompagnera bæði Helenu og Aksel á violin til kamarmusikkstykkini – enntá á sama degi beint eftir hvørt annað! 

Ernst varð akkompagneraður á klaveri av russisku Mariu Eshpai trý av teim fýra stykkjum, hann framførdi: “2ème Solo de Concours” eftir Théo Charlier, “Sonata í D G.1” eftir Giuseppe Torelli og “Share My Yoke” eftir Joy Webb. Herumframt spældi hann, uttan akkompagnement, tað villa modernaða verkið “Kryl” eftir Robert Erickson (1977-). 

Andrias spældi orgulfuguna, umskrivaða til violin, “Fugu í g-mol BWV 542” eftir J. S. Bach,
“Sonatu fyri violin og klaver op. 12 nr.1”, fyrsta sats eftir Beethoven og “Violinkonsert í d-mol op. 47”, fyrsta sats eftir Sibelius. Kamertónleikastykkið “Klavertrio no. 2”, triðja og fjórða sats eftir Shostakovich spældi Andrias saman við Helenu Joensen, klaver, og pólska Jan Kozanecki, cello. 

Helena spældi “Andante Favori WoO 57” eftir Beethoven, “Isoldens Liebestod” eftir Wagner (arr. av Liszt), ”Intermezzi Op. 117” eftir Brahms og “Basso Ostinato” eftir Rodion Shchedrin. Hon endaði við “Klavertrio nr.2”, triðja og fjórða sats Op. 67 eftir Dmitri Shostakovich (1944) saman við Andriasi Blaasvær, violin, og pólska Jan Kozanecki, cello. 

Aksel spældi verkið “Wandererfantasie” eftir Schubert, “Reflets dans l´eau” eftir Debussy og
“Scherzo op. 31 no.2” eftir Chopin. Akselsa kamartónleikarstykki var “Horn Trio, Op. 40”, annar satsur eftir Johannes Brahms (1865) saman við Andriasi Blaasvær, violin, og íslendska Erling Róbert Eydal, horn.

[object Object]
Á myndini síggjast tey fýra Aksel, Helena, Ernst (sitandi) og Andrias saman við Jan og Róbert (standandi)

Ernst Dánjalsson Remmel hevur studerað trompet hjá Kristian Steenstrup á Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus, herav eitt ár hjá Reinhold Friedrich á Hochschule für Musik í Karlsruhe (Týsklandi); á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn hava hini trý studerað: Andrias Blaasvær violin hjá Elisabeth Zeuthen Schneider, Helena Joensen hjá Emil Gryesten Jensen og Aksel Dánjalsson Remmel klaver hjá Jens Elvekjær.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2022

14
Leygardagur 11. juni 2022

540 bilar og fleiri trailarar

- Vanliga hava vit umleið 80 bilar við, men hesaferð eru heilir 540 og so 27 trailarar, sigur Finnbogi Berg, yvirstýrimaður á Mykinesi

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Á middegi hósdagin kom farmaskipið Mykines, hjá Smyril Line og Havnina. Vanliga koma teir úr Rotterdam í Hollandi, men hesaferð vóru teir eisini inni í Belgia eftir nýggjum bilum.

- Ja vit hava 540 nýggjar bilar umborð sum skulu til Íslands. Meginparturin eru Toyota, Landcruser, sum eru væl umtóktir í Íslandi. Vanliga hava vit umleið 80 bilar við, men hesaferð eru heilir 540 og so 27 trailarar. Tað sigur Finnbogi Berg, yvirstýrimaður.

- Vit flyta nógvar trailarar, við ymiskum stykkjagóðsi, bæði til Føroyar og Íslands. Ofta hava vit eisini maskinur og aðra vøru. Úr Íslandi er tað mest feskur fiskur og so nakað av frystum fiski, sum fer til Rotterdam, sigur Finnbogi.

Á Havnini varð Finnbogi avloystur av Arnfinni Hansen. Sonur Arnfinn, Allan Hansen siglir við sum dekkari. 14 og viðhvørt 15 mans sigla við Mykinesi, sum er í fastari rutu millum Tórshavn, Þorlákshøfn í Íslandi og Rotterdam í Hollandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2022

15 Leygardagur 11. juni 2022

Soleiðis sær út í Heygadali

Nú er einki vatn í byrgingini hjá Sev

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Heygadalur liggur nú berur, og frítt útsýni er hjá teimum, sum vitja á staðnum yvir mórubotnin, sum hevur lagt seg í dalin, ið vanliga liggur fullur í vatni.

Sev skuldi í ár gera neyðugt eftirlit við byrgingini, sum varð bygd í sekstiárunum. Til tess at fremja hetta eftirlitið, skal Heygadagur tømast fyri vatn. Men av tí at nøkur alisíl gingu í ringum hjá felagnum Røkt á vatninum, skuldu sílini flytast fyrst.

Røkt hevur síðan 2000 havt undantaksloyvi til at hava sílini gangandi innan fyri byrgingina hjá Sev í Heygadali. Ætlanin var at flyta sílini á sjógv, men av tí at ongin loysn fanst fyri hesum sílum, fekk Røkt  frá myndugleikunum boð um at avtaka sílini.

Sílini eru nú tikin, og send til Salmon Proteins á Eiði at fyribeinast, og byrgingin er tømd, so neyðuga eftirlitið kann gerast av byrgingini áðrenn dalurin aftur verður fyltur, so hann kann geva grøna vatnorku til føroyingar.

Birgir Waag Høgnesen tók myndirnar í Heygadali mánadagin.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2022

16 Leygardagur 11. juni 2022

Svend Krosstein hevði eitt avlop upp á 6 milliónir

Avlopið er nakað lægri enn í 2020, men Pf. Svend Krosstein er væl fyri fíggjarliga. Eginognin er 54,5 milliónir krónur, sum gevur eitt trygdarevnið á heili 84 prosent

(Mynd: Krosstein)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Roknskapurin 2021 hjá Pf. Svend Krosstein vísir, at bruttovinningurin minkaður úr 23,3 milliónir krónur í 2020 til 21,5 milliónir krónur í 2021. 

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt ebidta, var 7,3 milliónir krónur, sammett við 9,7 milliónir í 2020.  

Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt avlop eftir skatt á 6 milliónir krónur, sammett við 8,5 milliónir í 2020. Úrslitið er sostatt 2,5 milliónir, ella 30 prosent lægri enn í 2020. 

Aðalfundurin hevur samtykt at luta 3 milliónir krónur av ársúrslitinum út sum vinningsbýti til eigararnar. 

Fíggjarjavnin hjá Pf. Svend Krosstein er fallin úr 66,1 milliónum  í 2020 til 64,9 milliónir krónur í 2021. 

Støðisognirnar eru falnar úr 8,4 milliónir krónur í 2020 til 3,2 milliónir í 2021. 

Ognir í umferð eru øktar úr 57,6 milliónum í 2020 til 61,7 milliónir krónur í 2021. Serliga sæst, at vørugoymslan er økt úr 17,4 milliónum krónum í 2020 til 19,4 milliónir í 2021. Harumframt er tøki peningurin øktur við 5,7 milliónum til 23,5 miliónir krónur í 2021. 

Pf. Svend Krosstein er sera væl fyri fíggjarliga. Eginognin er 54,5 milliónir krónur, sum gevur eitt trygdarevnið á heili 84 prosent. Talan er tí um eina sera væl konsolideraða fyritøku.  

Felagið hevur onga langfreistaða skuld. Stuttfreistaða skuldin við árslok 2021 var 10,4 milliónir krónur, sum er 4 milliónir minni enn í 2020. 

Gjaldførið hjá Svend Krosstein var somuleiðis sera gott í 2021. Gjaldførislutfallið var heili 594 prosent, sum sigur at tær umsetuligu ognirnar vóru heilar seks ferðir størri enn stuttfreistaða skuldin. Eisini sæst at tann tøki peningurin var 23,5 milliónir krónur

Høvuðspartaeigari í Pf. Svend Krosstein er Pf. SK Holding. 

Stjóri í Pf. Svend Krosstein er Annika Krosstein og nevndarformaður er Bjørn á Heygum.  

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2022

17 Leygardagur 11. juni 2022

Gera kaffistovu serliga at hava smábørn við

Komandi kaffistovan Olivia verður eitt tilboð til foreldur í barsilsfarloyvi at hittast

Jeanett Djurhuus og Rannvá Patursson, stigtakarar, saman við børnum sínum: Lea 2 ár, Nanna 1 ár, Ida 3 ár og Karl 6 ár
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Seinni í summar letur ein kaffistova, serliga ætlað til foreldur í barsli og børnum teirra, upp í niðjastu hædd á Áarvegi 5 í Havn.

Tað eru tær báðar Jeanett Djurhuus og Rannvá Patursson, sum hava tikið stig til barnakaffistovuna, og tær eru í dag farnar út á Hópfígging at finna stovnfæ til verkætlanina.

Tær báðar eru sjálvar mammur at smáum børnum og ávikavist eru og hava verið í barsilsfarloyvi. Og her hava tey uppliva tørvin á einum stað – eini kaffistovu – ið er serliga ætlað og innrættað til at hava smábørn við.

Kaffistovan fær navnið “Olivia”. Stigtakararnir lýsa Oliviu soleiðis:

“Børnini eru framtíðin og í Føroyum verða fødd nógv børn um árið. Barnavognarnir eru ógvuliga sjónligir í býarmyndini, og barnsburðarfarloyvi gerst bert longur. Tað, ið er serligt við OLIVIA, er møguleikin at nýta eitt serligt innrættað leikurúm til børn. Rúmið inniheldur alt, ið skal til fyri at stimbra børnum, serliga í aldrinum 0-4 ár.”

Umframt serliga innrætting og leikur til børnini, verða eisini umstøður hjá foreldrum at hugna sær í “hugnaligum og reinligum umhvørvi”. Borðreitt verður við løttum, heilsugóðum mati bæði til vaksin og børn.

Meira um verkætlanina sæst á Hópfígging.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2022

18 Leygardagur 11. juni 2022

Borgarstjórin skal ansa børnunum

Í komandi viku tekur hann eitt tørn í eldrarøktini

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Rógvi Egilstoft, hevði tveir øðrvísi arbeiðsdagar hesa vikuna.

Borgarstjórin hevði spurt um arbeiði í Korndalsgarði. Hann slapp at royna seg í vøggustovu í ein dag og í barnagarðsstovu dagin eftir. 

- Endamálið er at fáa betri innlit í tað góða arbeiðið, sum verður gjørt í Korndalsgarði. Sum borgarstjóri havi eg til tíðir følt, at sjálvt um eg haldi, at eg havi nakað av vitan um økið, so kundi vitanin verið betri. Eg eri sera spentur upp á hesar báðar dagarnar, sum eg vænti verða góðir og læruríkir”, sigur Rógvi Egilstoft, ið tók við sum borgarstjóri eftir kommunuvalið í november 2020.

Ætlanin hjá borgarstjóranum er at koma runt til onnur arbeiðsøkir í kommununi eisini. Í komandi viku skal hann royna seg innan eldrarøkt, tá hann fer í røktarheimið Korndalsbýlið at arbeiða, skrivar heimasíðan hjá Eiðis kommunu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2022

19 Leygardagur 11. juni 2022

Nú er ferðavinnutilmæli gjørt fyri Kalsoynna

Tilgongdin byrjaði í februar við stórum borgarafundi í Kalsoynni, og er frágreiðingin nú handað pørtunum. Betri ferðasamband er eitt høvuðspunkt, og Strandferðslan hevur nú sett eykatúrar inn

- Frágreiðingin, sum er grundað á hagtalskanningar og samrøður við borgarar í Kalsoynni, myndugleikar og ferðavinnuna, vísir, at ferðavinnan sum heild er væl skipað í oynni, tó at tað eru fleiri viðurskifti, sum kunnu bøta um støðuna
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hesi seinastu árini hevur Kalsoyggin sæð stóran ferðafólkavøkstur og útlit eru til, at hesin vøkstur fer at halda fram. Tí hevur Kalsoyggin verið eitt av økjunum, sum menningardeildin á Visit Faroe Islands og Klaksvíkar Kommuna hava raðfest hesi seinastu árini. Saman við Visit Kalsoy, Klaksvíkar Kommunu, Landsverk og Strandferðsluni eru ymiskar loysnir umrøddar, serliga viðvíkjandi ferju- og bussflutninginum og ætlanini at byggja nýtt ferðafólkahús í Kalsoynni, sum Visit Faroe Islands hevur játtað at fíggja part av.

Sum liður í hesi tilgongdini, har ymiskar loysnir hava verið umrøddar, heitti menningardeildin í vetur á uttanveltaðan ráðgeva at orða nøkur tilmæli við serligum atliti at ferðafólkaflutningin til og í oynni um summarið

Tilgongdin byrjaði í februar 2022 við stórum borgarafundi í Kalsoynni, og er frágreiðingin nú handað pørtunum.

Frágreiðingin, sum er grundað á hagtalskanningar og samrøður við borgarar í Kalsoynni, myndugleikar og ferðavinnuna, vísir, at ferðavinnan sum heild er væl skipað í oynni, tó at tað eru fleiri viðurskifti, sum kunnu bøta um støðuna.

Frágreiðingin er at finna á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Niðanfyri er ein samandráttur av tilmælunum:  

Betri ferjusamband – longu í summar
Tað er ein avbjóðing fyri borgarar eins væl og ferðavinnuna, at Sam ikki siglir kl. 10 týsdag og hósdag, eins og gjørt verður hinar vikudagarnar, tí hesar dagar skal Sam vera tøkur til farmaflutning, tá tørvur er á tí.

Sum úrslit av hesi felags tilgongd viðv. Kalsoynni, hevur Strandferðslan nú tikið avgerð um at broyta ferðaætlanina, so Sam siglir eyka túrar kl. 9 bæði týsdag og hósdag úr Klaksvík (og aftur), um ongin farmatúrur er bílagdur mánamorgunin frammanundan. Harumframt verður hevur SSL sett inn tveir eykatúrar leygardagar og ein sunnudag. Hetta er ein royndarskipan galdandi frá 13. juni til 1. september.

Við hesum hevur Strandferðslan gingið einum gomlum ynski hjá kalsoyingum á møti, eins og fortreytirnar at reka ferðavinnu í oynni eru batnaðar munandi.

[object Object]


[object Object]

Góð samferðsla er ein fortreyt fyri eini væl virkandi ferðavinnu í Kalsoynni
Tað sum annars liggur fremst í huga hjá øllum pørtum, tá ferðavinnan í Kalsoynni verður umrødd, er ferju- og bussambandið til og í oynni. Allir málbólkar eru á einum máli um, at ferðavinnan í Kalsoynni eigur at byggja á góðar samferðslumøguleikar, so ferðafólk kunnu lata bilin standa eftir á meginlandinum og hava álit á, at gott bussamband er í oynni, sum kann flyta fólk úr Syðradali norður í hinar bygdirnar. Soleiðis kann avmarkaða plássið til bilar umborð á Sam fyrst og fremst vera til borgarar og onnur við tilknýti til oynna. Hetta hevði harafturat havt við sær, at tørvurin á íløgum í parkeringspláss v.m. verður avmarkaður.

Neyðugt er at fáa eina væl virkandi bíleggingarskipan, so øll ferðafólk kunnu bóka sær túrin til Kalsoynna og tryggja sær pláss í bussinum. Væntandi verður slík bókingarskipan tøk til næstu háárstíð. Somuleiðis er neyðugt at tryggja, at nøktandi busskapasitetur er tøkur til at møta tørvinum, tá ferjan er fullsett.

Neyðugt er at tryggja betri kunning í samband við sigling og busskoyring, so ferðafólk eru kunnaði í hampiligari tíð, tá broytingar eru, til dømis við at hava kunningarskíggjar á havnalagnum. Partarnir arbeiða í løtuni við at finna eina hóskandi loysn hesum viðvíkjandi.

Súkkling í Kalsoynni
Dagsferðandi í Kalsoynni áttu eisini at havt møguleika at leiga súkklur í oynni. Hetta verður mett at vera góður møguleiki fyri Kalsoynna, eftirsum bilaferðslan er so avmarkað. Súkkling er ein grøn og burðardygg loysn, ein góð uppliving og kann vera eitt gott alternativ til buss- og bilaflutning. Verður ferðafólkahúsið í Syðradali bygt, eigur hædd at vera tikin fyri slíkum møguleikum, eisini so karmarnir fyri slíkum vinnuligum virksemi í oynni eru so góðir sum til ber. Harumframt er neyðugt við ávísum trygdarátøkum viðv. súkkling í tunlunum.

Parkering og skelting
Sum støðan er í dag, har tað framvegis eru nógv ferðafólk, ið koma til oynna í bili, er neyðugt at betra um parkeringsviðurskiftini, serliga á Trøllanesi, har umstøðurnar ikki eru nøktandi í dag. Frágreiðingin vísir á, hvussu til ber at útbyggja parkeringina so bíliga og við so lítlum inntrivi sum til ber við at víðka um landsvegin og skipa parkeringina fram við vegnum.

Harumframt verður víst á, hvussu skeltingin kann leggjast til rættis, so at ferðsla við akførum verður betri skipað og til so lítlan ampa fyri heimafólkið, sum til ber.

Framtíðin
Stórur framtakshugur er í Kalsoynni, og nýtt ferðavinnuvirksemi er byrjað á Trøllanesi og í Mikladali, og fleiri ætlanir eru ávegis. Ferðavinnan er ein nýggjur møguleiki, ikki minst fyri útoyggjar, og hesum møguleika hava kalsoyingar tikið við. Tá ið ferðavinnu umræður, koma vit tó ongantíð á mál. Støðugt er tørvur á at tillaga og eftirmeta virksemið í oynni, samferðslumøguleikarnar og undirstøðukervið. Tað er altíð neyðugt at samskipa virksemið millum allar avvarðandi partar, skal skipanin rigga.

Frágreiðingin um Kalsoynna er eitt stig á leiðini, og summarið 2022 fer uttan iva at geva pørtunum fleiri royndir, ið ætlanin er at eftirmeta, tá summarið er av. Vónin er síðani, at royndarskipanirnar við m.a. eyka sigling og busskoyring í oynni kunnu koma í eina fasta legu, at sjøtul verður settur á ferðafólkahúsið í oynni, og at onnur átøk verða framd, borgarum og ferðavinnuni í Kalsoynni at frama.

Visit Faroe Islands

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2022

20 Leygardagur 11. juni 2022

Nýtt graslíki við Løkin og á hondbóltsvøllin omanfyri Glyvra skúla

Í vikuni gjørdi Runavíkar kommunu avtalu við Laiderz Aps, ið átti lægsta boðið. Slagið av graslíki, sum kemur á miðskeiðis í august, verður tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Partur av avtaluni leggur upp til, at nýtt graslíki verður lagt á hinumegin fjørðin næsta ár

Ásvald Simonsen frá Laiderz saman við borgarstjóranum í Runavíkar kommunu. Umframt nýtt graslíki ,verður ein sirmilsskipan løgd í vøllin við Løkin, til tess at væta hann, táið turkur er (Mynd: runavik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hevur ligið í kortunum í eina tíð, at graslíkið á fótbóltsvøllinum við Løkin skuldi skiftast, og nú er endaliga greitt, at soleiðis verður, og at um somu tíð kemur graslíki á gamla hondbóltsvøllin omanfyri Glyvra skúla. Hann skal skipast sum venjingarvøllur við graslíki, skrivar Rikavíkar kommuna á heimasíðu sínari.

- Landsbyggifelagið gjørdi útbjóðingartilfarið, og eftir at tilboðini vóru komin inn, og mett var um tey, samtykti býráðið – á almennum býráðsfundi í Lamba hin 2. juni - einmælt at taka undir við tilmælinum frá Ítróttarnevndini og Fíggjarnevndini um at taka av tilboðnum frá Laiderz Aps.

Avtalan var undirskrivað týsdagin. Tað vóru Tórbjørn Jacobsen, vegna Runavíkar kommunu, og Ásvald Simonsen, vegna Laiderz Aps. sum settu undirskrift á. Talan er um avtalu um veitan av graslíki og stoytdoyvingarlagi til vøllin við Løkin og hondbóltsvøllin oman fyri Glyvra skúla, sum við hesum fær stoytdoyvingarlag og graslíki meinlíkt tí, ið verður lagt á vøllin við Løkin. Eisini verður ein sirmilsskipan løgd í vøllin við Løkin, til tess at væta hann, táið turkur er

Tá graslíki verður lagt á í Runavík og á Glyvrum um hálvan august, er talan um heilt nýtt og haldbært graslíki í føroyskum høpi: 

- Graslíkið, ið veitt verður, er av slagnum ACT Global, og er hetta fyrsta graslíkið av sínum slag í Føroyum. Tað serliga við júst hesum graslíkinum er, at stráini eru vovin heldur enn límað í máttuna. Hetta økir munandi um haldbærið. Samstundis kann graslíkið endurvinnast 100 prosent. Stráini eru eisini 48 mm long í mun til vanligu longdina á 40 mm.

Heimasíðan runavik.fo skrivar, at Laiderz Aps. átti lægsta boðið. Boðini vórðu lisin upp hin 19. apríl 2022, og síðan hava samráðingar verið um smálutirnar.

Boðað verður samsrtundis frá, at í sáttmálanum millum Runavíkar Kommunu og Laiderz er eisini niðurfeld ein optión um nýggjan vøll á Skála í 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2022

21 Leygardagur 11. juni 2022

Nú verður lættari hjá føroyskum listafólki at vísa sína list fram í Danmark

Fólkatingið hevur nú endaliga samtykt uppskotið hjá Sjúrði Skaale. Tað inniber, at tað ikki longur verður neyðugt hjá føroyskum listafólki at seta eina sokallaða trygdarveðseting hjá danska tollvaldinum fyri listaverk, tá hesi skulu flytast til Danmarkar til framsýningar

- Onkuntíð arbeiðir man í tí stóra, teoretiska luftlagnum. Aðrar tíðir er man niðri í detaljum, sum ávirka dagliga virksemið hjá fólki. Í hesum førinum fer ein lítil lógarbroyting at hava við sær, at tað verður lættari hjá føroyskum listafólki at vísa sína list fram í Danmark
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Onkuntíð arbeiðir man í tí stóra, teoretiska luftlagnum. Aðrar tíðir er man niðri í detaljum, sum ávirka dagliga virksemið hjá fólki. Í hesum førinum fer ein lítil lógarbroyting at hava við sær, at tað verður lættari hjá føroyskum listafólki at vísa sína list fram í Danmark.

Hetta sigur Sjúrður Skaale í samband við at lógaruppskotið, sum skal gera tað einfaldari hjá føroyskum listafólki at vísa sína list fram í Danmark, er endaliga samtykt í fólkatinginum.

Javnaðarflokkurin á Fólkatingið skrivar í tíðindaskrivi, at Sjúrður Skaale fegnast um, at danski skattaministarin hevur lurtað, og at lógin nú verður broytt, soleiðis at tað ikki longur verður neyðugt hjá listafólki at seta eina sokallaða trygdarveðseting hjá danska tollvaldinum fyri listaverk, tá hesi skulu flytast til Danmarkar til framsýningar.

- Tað hevur stundum verið óneyðuga tvørligt hjá føroyskum listafólki at sýna sína list fram í Danmark. Eg fegnist um, at tað nú verður einfaldari, sigur fólkatingsmaðurin.

Lógaruppskotið kemur væntandi í gildi 1 juli í, boðar Javnarflokkurin á Fólkatingi frá. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2022

22 Leygardagur 11. juni 2022

Grindabátar á Víkarbyrgi

Flestu grindabátarnir í Vági eru yvir 100 ár og tann elsti verður 150 komandi ár

(Mynd: Sudurras.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Siðvenja er í Vági at grindabátarnir hvørt ár gera útferð 2. hvítusunnudag. Farið verður antin av Vágsfirði ella av Vágseiði, og siglt verður við seglum og róð til grannabygdir í oynni. Hendan siðvenjan man fara at tátta í 20 ár, og gekk leiðin í ár til Víkarbyrgis.

Í dýrdarveðri byrjaði dagurin á Garðabrúgv – og sum vant eisini við sálmasangi og andakt, sum Frelsunarherurin og Orðið á borðið skipaðu fyri. Bátarnir vórðu síðani flotaðir, og farið varð út eftir Vágsfirði.

Bátarnir settu segl, men so lítið av vindi var, at seglini munaðu lítið og onki – og varð tí í góðveðrinum spakuliga róð til Víkarbyrgis.

Teir flestu grindabátarnir eru væl yvir 100 ár og tann elsti, Gjógvarábáturin, verður 150 ár komandi ár. 

Fleiri myndir á Suðurrás

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2022

23 Leygardagur 11. juni 2022

Umskipan av gamla kirkjugarði í Vestmanna til almenna hoyring

Skjótt verður kirkjugarðurin á Knúgvum ov lítil.Vestmanna Bygdarráð hevur tí arbeitt við einum uppskoti um at umskipa gamla kirkjugarðin, soleiðis at hann verður betur skipaður, snøggari, hugnaligari og fær fleiri gravpláss

Mynd: vestmanna.fo
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Ein slík verkætlan krevur varsemi og atlit, tí her eru okkara farnu løgd til hvíldar. Vit heittu tí á arkitektafyritøkuna EYA, um at gera eitt uppskot um, hvussu kirkjugarðurin kundi verði skipaður av nýggjum.

Soleiðis skrivar heimasíðan hjá Vestmanna kommunu.

Skjótt verður kirkjugarðurin á Knúgvum ov lítil. Vestmanna bygdarráð hevur tí arbeitt við einum uppskoti um at umskipa gamla kirkjugarðin, soleiðis at hann verður betur skipaður, snøggari, hugnaligari og fær fleiri gravpláss. Eftir eina møguliga umskipan, fer tørvurin á gravplássum at verða nøktaður í eini 20-25 ár fram í tíðina.

Almennur borgarafundur var 2. juni, har ætlanin varð løgd fram og har borgarar sluppu til orðanna. Tað var Eyðun Eliasen, arkitektur, sum hevði framløgu um uppskotið, ið er ment í felag við Vestmanna bygdaráð.

Uppskot um umskipan av gamla kirkjugarði er nú sent til almenna hoyring, boðar Vestmanna Bygdarráð. Freistin at koma við viðmerkingum er 1. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2022

24 Leygardagur 11. juni 2022

Grønlendsku kajakkirnar flotaðar

Tær fyrstu kajakkirnar, sum vórðu smíðaðar á skeiði hjá Tórshavnar Kvøldskúla um páskirnar vórðu flotaðar herfyri

Ása Ósá og Hákun Steingrímsson tóku fyrsta túrin (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrstu grønlendsku kajakkirnar, sum vórðu smíðaðar á skeiði hjá Tórshavnar Kvøldskúla um páskirnar, vórðu flotaðar í dýradarveðri í Álakeri undanfarna hóskvøld.

Í alt eru fimm grønlendskar kajakkir smíðaðar, og tvær vórðu flotaðar hetta hóskvøldið.

Rógvararnir, sum fóru fyrsta túrin, eru Ása Ósá og Hákun Steingrímsson, skrivar Tórshavnar kommuna.

Grønlendsku kajakkirnar eru millum hálvan sætta og hálvan sjeynda metur til longdar, og viga á leið 28 kilo hvør.

Rógvaranir lata væl at grønlendsku kajakkini, um enn eitt sindur av venjing skal til fyri at kenna seg tryggan, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2022

25 Leygardagur 11. juni 2022

Óli Joensen nýggjur ríkisgóðkendur grannskoðari

Verður nú ein av partaeigarunum í Januar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

42 ára gamli Óli Joensen stóð týsdagin royndina sum statsaut. revisor.

Óli, ið er klaksvíkingur, kom í læru hjá grannskoðarafyritøkuni Januar í 2003, og hevur tikið útbúgvingarnar HD-R og cand.merc.aud. samstundis, sum hann hevur arbeitt fulla tíð hjá Januar.

Hann hevur verið við til at grannskoða bæði smáar og stórar kundar hjá Januar. Seinastu árini hevur Óli harumframt ráðgivið íverksetarum á Íverksetarahúsinum, eins og hann hevur arbeitt við at menna rapportering um burðardygd Føroyum.

Óli Joensen verður nú partaeigari og ein av seks statsautoriseraðum grannskoðarum á Januar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2022

26 Leygardagur 11. juni 2022

Unga Tjóðveldi fingið nýggja landsnevnd

– Vit eru sera fegin um, at vit hava fingið so breitt fevnandi nevnd, við limum úr fleiri økjum í landinum enn áður. Eisini hevur nevndin fulla javnstøðu, sigur ungmannafelagið hjá Tjóðveldi

Landsnevnd Unga Tjóðveldis. Frá vinstru: Benjamin Thomassen, Jógvan Jón Henriksen, Bjørk Sørensen, Rókur Herup Olsen, Marta Djurhuus, Bjørg Hoydal Brimnes, Jóhannis Erlendsson. Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge vantar á myndini (Mynd: Unga Tjóðveldi)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ungmannafelagið hjá Tjóðveldi, Unga Tjóðveldið, hevur nú fingið nýggja landsnevnd.

Leygardagin 21. mai skipaði Unga Tjóðveldið, fyri landsfundi, har nýggja landsnevndin varð vald.

Nýggja nevndin er mannað soleiðis: Rókur Herup Olsen, formaður, Bjørk Sørensen, næstforkvinna, Jóhannis Erlendsson, kassameistari,Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge, skrivari,Benjamin Thomassen, Bjørg Hoydal Brimnes, Jógvan Jón Henriksen og Marta Djurhuus.

– Vit eru sera fegin um, at vit hava fingið so breitt fevnandi nevnd, við limum úr fleiri økjum í landinum enn áður. Eisini hevur nevndin fulla javnstøðu, og tað hevur formansskapurin eisini, skrivar Unga Tjóðveldið í tíðindaskrivi.

Unga Tjóðveldið skrivar, at tey hava sett sær nøkur mál at arbeiða við komandi tíðina, sum tey meta vera alneyðug at varpa ljós á.

Millum hesi eru, at korini hjá ungum arbeiðsfólki og lærlingum skulu betrast, Føroyar skulu flyta seg framá móti fullveldi, og framstig má gerast á orku- og umhvørvisøkinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2022

27 Leygardagur 11. juni 2022

Eystanstevnan er hetta vikuskiftið

Nógv er á skránni fram til midnáttarsamkomuna, sum verður í kvøld kl. 23.30 í Skótahúsinum við Løkin

Stevnan varð sett í Gulu Smiðju í gjár morgin
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Summarstevna nummar tvey er á skránni hetta vikuskiftið. Hetta inniber millum annað, at FM-róður verður rógvin á Skálafjørðinum, men eisini at nógv tiltøk eru á skránni á eystara armi av Skálafjørðinum.

- Mongu forvitnisligu tiltøkini gagnnýta nattúru og frálíku fysisku karmarnar í økinum - fjørðin, gøtuna kring Toftavatn, økið við Løkin, Bylgjuna, Løkshøll, Gulu smiðju og Skótahúsið við Løkin.

Soleiðis skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.

Stevnan í ár er í stóran mun skipað millum setanina fríggjadagin í Gulu smiðju og midnáttarsamkomuna, sum verður í kvøld kl. 23.30 í Skótahúsinum við Løkin. P

Pauli Poulsen, formaður í ítróttarnevndini, flytir fram røðu á midnáttarsamkomuni, og Nes Sóknar Musikkfelag luttekur. Undan midnáttarsamkomuni leygarkvøld er syngið við tiltak í skótahúsinum, og eftir samkomuna er dansur sama stað.

- Av øðrum felagstiltøkum kunnu nevnast pubquiz og søla av stevnubúffum og kaffi í telti við Løkin, skattaveiða, Bylgjuland og nerf-kríggj í Bylgjuni, og tiltøk fyri tey ungu í Gulu smiðju leygardagin við brunchi fyrrapartin og tónleiki um kvøldið.

Ítrótturin fyllir sum verða man nógv á summarstevnunum. Betri-deildardystur hjá kvinnum millum NSÍ og Víking var fríggjakvøldið. Landsliðssteðgur er hjá monnum, men landsdysturin Føroyar - Litava verður vístur á stórskýggja við Løkin. Í morgin er stóra og serstaka Runutusk tiltakið í ítróttar- og mentanarøkinum við Løkin allan sunnudagin, og kappsigling er á fjørðinum sunnudag seinnapart. 

Stóra ítróttartiltakið er Barna- og FM-róður á fjørðinum leygardagin.

Til ber at síggja alla skránna á heimasíðuni hjá Eystanstevnuni

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2022

28 Leygardagur 11. juni 2022

Enn eitt danskt hip-hop navn á Voxbotn

Ude af Kontrol er nýggjasta navnið á plakatini til stóru útiveitsluna í Vágsbotni 25. juni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ude af Kontrol eitur bólkurin, sum í dag er komin afturat røðini av nøvnum, sum fara at spæla á Voxbotn tiltakinum 25. juni. Talan er um ein hin best umtókta bólkin í ríkinum, siga fyriskipararnir, sum skriva soleiðis um Ude af Kontrol: 

Ude af Kontrol byrjaði í 2014 tá Daniel Balken, Joachim Nicholas Rouse og Mark Løvendahl settu bólkin á stovn, og teir hava verið virknir síðani. Teir hava lagt seg eftir at framleiða feitan hipp-hopp og rapp tónleik, sum veruliga fær dansigólvini at danda.

Sangtekstirnir eru karráir, og tónleikurin kryddaður við alskyns nútímans rútmum og effektum. Teir eru fastir gestir á flest øllum festival­um og pallum í Danmark, eins og hittlistarnir als ikki eru fremmandir fyri teir. 

Á Spotify sæst, hvussu væl umtóktur bólkurin er. Til dømis er lagið “Velsignet – Har Det Godt pt. 2” stroymt meira enn 13 milliónir ferðir, og somuleiðis hevur lagið “Op A” eisini 13 milliónir stroymingar. Fyrr í ár gav bólkurin út sjónbandalagið, “Taknemlig”, sum varð upptikið í Føroyum, sum vitnar um teirra alsk til oyggjar okkara.

Hendan alsk fara vit óivað at uppliva til Voxbotn 2022 - 25. juni.

Onnur, sum verða við á Voxbotn í ár eru: Tobias Rahim, Brimheim, Reiley, Rasmus Hagen, Boyzlife, Michael Learns to Rock, Niarn, Hugorm, Tungevaag, Týr, Swangah og Safir. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2022

29 Leygardagur 11. juni 2022

Føroya Symfoniorkestur og Mentanarhúsið í Fuglafirði skrivað undir samstarvsavtalu

Sambært tvey-ára avtaluni kemur Føroya Symfoniorkestur at hava eina konsert árliga í Mentanarhúsinum, og fyrsta konsertin verður í september 2023

Eyðun á Lakjuni, formaður í mentanarnevndini, Jónas Bloch Danielsen, leiðari í Mentanarhúsinum, Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri og Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu (Mynd: Fuglafjarðar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroya Symfoniorkestur við Hans Petur í Brekkunum, stjóra og Jónas Bloch Danielsen, leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, hava skrivað undir tvey-ára samstarvsavtalu.

Sambært avtaluni kemur Føroya Symfoniorkestur at hava eina konsert árliga í Mentanarhúsinum, og fyrsta konsertin verður eftir ætlan 24. september í 2023, skrivar Fuglafjarðar kommuna.

– Mentanarhúsið fegnast um, at vit við hesi avtalu gerast karmur um klassiskan tónleik á hægsta stigi. Fyri Føroya Symfoniorkestur leggur avtalan lunnar undir arbeiðið at gera tónleikalívið fjølbroytt og dygdargott kring landið.

– Mentanarhúsið er millum best ljóðandi hølir í landinum. Nú Føroya Symfoniorkestur komandi tvey árini fer at hava árligu heystkonsertina í Mentanarhúsinum, er lagt er upp til eina nærverandi uppliving, har orkestrið í mun til aðrar framførslur er heilt nær við áhoyraran.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2022

30 Leygardagur 11. juni 2022

Ari spælir Bach og Frank á nýggja orglið

Matiné verður í Hoyvíkar kirkju í dag

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í dag, leygardagin 11. juni 11.30 verður matinéin, sum annars vanliga er í Havnar kirkju, flutt niðan í Hoyvíka kirkju.

Ungi orgulleikarin, Ari Hammer Joensen, fer at spæla verk av millum annað Bach og Cesar Franck. Ari hevur spælt orgul seinastu fýra árini, og gongur á orgulútbúgvingina í Tórhavnar musikkskúla. Hann hevur víst sera gott hegni at spæla orgul. Tað er altíð stuttligt og gevandi at lurta, tá ið Ari situr við orglið.

Hoyvíkar kirkja hevur fyri stuttari tíð síðan fingið nýtt orgul, sum vísir seg at rigga væl bæði til guðstænastur og konsertir. Til hesa matinéina verður høvi at hoyra, hvussu nýggja orglið ljóðar, tá ið nøkur av teim stóru orgulverkunum verða spæld á tað. 

[object Object]
Nýggja urgan í Hoyvíkar kirkju

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2022

31 Leygardagur 11. juni 2022

“Grindaboð” í Kuummiut

Undanfarni sunnudagur var ein sera hendingaríkur dagur – fyri alla bygdina

Á støðni...
SkrivaÐ:

Tordur J. Niclasen

So at siga allir bátar høvdu loyst og vóru farnir "í grind”. Ein bólkur av náhvali – hvíthvali – var saddur skamt frá bygdini. Og so kom rok í. Fólk stóð og eygladdi hval og bátar og skjótt frættist, at einir 10 hval vóru skotnir nakað eystan fyri bygdina. Teir vóru skornir upp tætt við, har teir vóru skotnir.

Tá sagt verður "skornir upp", so er tað spikið, ið hugsað verður um – ella tað, ið kallað verður "mattak". Tað er tað virðismikla – hvøljan og nakað av spiki. 

[object Object]
Tey skera sær ein bita av mattaki

Bátar sigldu aftur og fram.. 

Leitaði mær oman á støðna, har nógv fólk var samankomið. Nakað av mattaki var at síggja, og fólk hugnaðu sær við at fáa sær ein bita á staðnum. Annars einki tvøst – ei heldur nakar hvalur. Tá eg so spurdi nærri, fekst at vita, at harraboð vóru komin, og at løgreglan úr Tasiilaq var ávegis. Men hon kom ongantíð fram orsakað av nógva ísinum, ið forðaði. 

Ongar kvotur eru tillutaðar Tasiilaq økinum - tí er ikki loyvt at skjóta hvíthval. Sostatt lógu hvalir og tað sum longu var skorið órørt, har ið skorið var upp eystan fyri bygdina.

Fekk at vita, at roynt var at fáa undantaksloyvi, soleiðis, at tað, sum nú allíkavæl var skotið, kundi koma fólkunum í bygdini til góðar. Alternativið var, at alt bleiv koyrt burtur – ella at mynduleikin fór avstað við tí. Málið var endað hjá løgregluni í Nuuk og hjá landsstýrinum. So nú mátti bara bíðast í tolni. Og tað má sigast, at bíðað bleiv. 

Seint seinrapartin ringdi vinmaður til mín og segði, at nú var svar komið úr Nuuk, loyvið var givið við teirri treyt, at tað skuldi deilast javnt til hvørt hús í bygdini.

[object Object]
Klárt at býta

Skundaði mær so omanaftur – og var tað hugaligt at síggja, at alt var skorið upp – og lá á kavaklædda vøllinum.

So var farið at býta. Væl fyriskipað. Formaðurin hevði lista í hondini, og las upp navn á persóni, ið umboðaði tað ávísa húsið. Fólk stóðu klár við plastikposa í hond – bíðað varð í toldi. Eingin troðkan, sjálvt um so at siga øll bygdin var samankomin á avmarkaðum øki. Tá so títt navn varð lisið, fórt tú fram, og fekk í posan trý pettti av mattakki. Tá so seinasti persónur á listanum hevði fingið – og enn lág nógv eftir, varð byrjað av nýggjum, og fekst tú tá aftur trý petti av mattakki. 

[object Object]
Tvøstið

Hátturin at býta var tann sami, tá komið varð til tvøstið.

Hetta kom sera væl við – ikki minst í eini tíð, har hyllaranar í handlinum eru so at siga tómar og fíggjarligi førleikin hjá mongum sera avmarkaður.

Fagnaðurin var stórur og hugaligt at síggja hvussu hendan gávan í takksemi varð móttikin og fingin til høldar – stutt áðrenn sólin fór til viða.

NB: Hvíthvalur er ein náhvalur – hvítur og uttan ta longu tonnina.

[object Object]
Navnakall

[object Object]Sólsetur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2022

32 Leygardagur 11. juni 2022

Umleið túsund flogskiparar hjá SAS hótta við verkfalli

Avtalan millum partarnar gekk út 1. apríl, og nú kann summarflúgvingin hjá hart sperda flogfelagnum av álvara verða ávirkað

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

SAS er í løtuni í djúpari kreppu, og bæði serfrøðingar á økinum og leðslan sjálv hjá SAS hava nevnt vandan fyri húsagangi.

Hetta er millum annað í kjalarvørinum av, at svenski staturin, ið eigur 21,8 prosent av flogfelagnum, týsdagin boðaði frá, at vilji er ikki longur til at spýta penning í.

Skandinaviska flogfelagið varð ógvuliga hart lagt orsakað av koronu, og hóast ymiskar ætlanir hevur tað ikki reist seg aftur.

Nú er nakað á veg, ið er við til at gera støðina verri. Danska TV2 og aðrir miðlar skriva, at umleið túsund flogskiparar nú hava boða frá møguligum verkfalli.

Avtalan millum partarnar gekk í roynd og veru út 1. apríl í ár, men hevur framhaldandi verið í gildi. Men tá støðan er, sum hon er, kunnu flogskipararnir fara í verkfall við 14-daga fráboðan. 

Harvið er tað møguligt, at ein rúgva av flogskiparum hjá SAS fara í verkfall frá áleið síðst í juni - í høvuðsárstíð.

Eingin nýggj avtala fyriliggur - arbeitt hevur verið einari slíkari síðani í november í fjør.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2022

33 Leygardagur 11. juni 2022

Granskarar ávara um ógvusligar hitabylgjur í framtíðini

Ógvusliga hitabylgjan í Pakistan og India fyrr í ár gevur eina ábending um, hvat mann kann vænta í framtíðini, siga veðurlagsgranskarar

Pakistan er eitt av teimum londunum, sum upplivdi eina ógvusliga hitabylgju í vár (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ógvusliga hitabylgjan í Pakistan og India fyrr í ár gevur okkum eina ábending um, hvat londini kunnu vænta í framtíðini.

Tað siga veðurlagsgranskarar úr bólkinum World Weather Attribution. Sambært teimum hava veðurlagsbroytingar gjørt tað meira sannlíkt, at vit fara at síggja fleiri slíkar hitabylgjur framyvir.

Mars mánaður í ár var tann heitasti, sum India hevði upplivað, síðan byrjað varð at máta hitan fyri 122 árum síðani. Hitin var upp móti 50 stigum.

Samstundis var mars 2022 eisini ein sera turrur mánaður, har Pakistan fekk 62 prosent minni regn enn vanligt, og India fekk 71 prosent minni.

Slíkar hitabylgjur sum tann, sum India og Pakistan upplivdu í vár, eru ikki so óvanligar beint undan monsuntíðini, men ógvusligi hitin og minkandi nøgdin av regni hevur havt stórar avleiðingar fyri almennaheilsuna og landbúnaðin í økinum, skrivar Ritzau.

Verður heimurin tvey stig heitari enn í undanídnaðarligum tíðum, kunnu hitabylgjur sum tann í vár koma fyri fimta hvørt ár, og tað, vit hava sæð higartil er ein ábending um hetta, sigur veðurlagsgranskari á Indian Institute of Technology í Mumbai.

Bretska veðurstovan sigur, at slíkar hitabylgjur verða 100 ferðir meira sannlíkar orsakað av veðurlagsbroytingunum, og at vit væntandi fara at síggja tær triðja hvørt ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2022

34 Leygardagur 11. juni 2022

Russland rýmdi av fundi í ST-trygdarráðnum

- Skuldsetir ES-forsetan fyri at lúgva um russisk brotsverk undir innrásini í Ukraina

Russiski ST-sendiharrin vildi ikki vera sitandi á fundinum í Trygdarráðnum (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Russiski ST-sendiharrin, Vassilij Nebenzia, rýmdi mánadagin av fundinum í trygdarráðnum hjá ST eftir at ES-forsetin, Charles Michel, í eini røðu til tey 15 limalondini í trygdarráðnum skuldsetti Russland fyri at vera orsøk til heimsumfatandi matvørukreppuna.

Michel skuldsetti í røðuni eisini russiskar herdeildir fyri at fremja krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini í Ukraina, skrivar Ritzau.

Ítøkiliga nevndi hann frágreiðingar um kynsligan harðskap, sum var eitt av evnunum á fundinum, og lýsti russisku framferðina í Ukraina sum “ein taktikkur við píning, yvirgangi og kúgan”.

Fyrr á fundinum hevði Vassilij Nebenzia staðiliga víst aftur allar ákærur um kynsligan harðskap frá russiskari síðu, og fordømdi hesar útsøgnir sum verandi lygnir.

Tá hann rýmdi mitt undir røðuni hjá Michel, sagði Nebenzia við Ritzau:

- Eg kundi ikki verða sitandi orsaka av lygnunum, sum Charles Michel kom higar at spjaða.

Michel vendi sær beinleiðis til Nebenzia, tá hann fór af fundi í salinum har Trygdarráðið vanliga heldur sínar fundir, og segði:

- Tú rýmir kanska, tí tað tað møguliga er lættari ikki at lurta eftir sannleikanum.

Eftir russisku innrásina í Ukraina 24. februar, eru prísirnir á serliga korni, matolju og tøðum hækkaðir við nógvari ferð.

Russland og Ukraina standa fyri nærum einum triðingi av heimsins framleiðslu av hveiti. Russland er eisini stórur útflytari av tøðum, meðan Ukraina hevur stóran útflutning av sólkjarnuolju og maisi.

- Latið okkum vera ærlig. Kreml brúkar matvøruveitingarnar sum eina ósjónliga bumbu mótvegis menningarlondunum. Russland hevur einsamalt ábyrgdina av hesi matvørukreppuni, segði Charles Michel, meðan Nebenzia framvegis sat á fundinum.

ST roynir at finna eina avtalu við Russland, so tað verður møguligt hjá Ukraina at taka útflutningin av landbúnaðarvørum uppaftur. Russisk herflotaskip hava síðan innrásina forða fyri sigling til ukreinsku havnirnar við Svartahavið, har eitt nú hveiti verður útskipað.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, skal eftir ætlan vitja Turkaland í morgin fyri at tosa um møguleikarnar fyri at geva Ukraina møguleika fyri at endurtaka kornútflutningin, skrivar Ritzau.

Russland er saman við USA, Kina, Fraklandi og Stórabretlandi fastur limur í ST-trygdarráðnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2022

35 Leygardagur 11. juni 2022

Noreg skal vera fremst í heiminum innan havvindorku

Norski forsætisráðharrin vitjaði í vikuni í Gulen, har vindmyllurnar til heimsins størstu flótandi havvindmylnulund verða savnaðar, áðrenn tær verða sleipaðar til havs at framleiða streym til fimm stórar oljupallar

Norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre sigur, at Noreg skal vera leiðandi í heiminum innan flótandi havvindorku
SkrivaÐ:

Jan Müller

Norska stjórnin við Jonas Gahr Støre forsætisráðharra á odda ætlar, at Noreg skal gerast fremsta havvindtjóðin í heiminum. Hetta segði hann undir eini vitjan í  Gulen, har  heimsins fyrsta og størsta flótandi havvindmylnulund, Hywind Tampen út fyri Miðnorra, verður sett saman.  Her eru tey í ferð við at savna og seta upp fyrstu fýra myllurnar av tilsamans 11 vindmyllum.

[object Object]Tað er politikkurin hjá bæði norsku og bretsku stjórnunum, at flótandi havvindmyllur skulu vera partur av grøna orkuskiftinum og vera við til at minka um CO2 útlátið við m.a. at  framleiða streym til verandi og komandi  olju- og gasspallar í Norðsjónum eins og á Atlantsmótinum, millum Hetland og Føroyar. 

Hetta  verður so tann fyrsta royndin í heiminum at veita streym frá havvindmyllum til olju- og gasspallar til tess at minka um CO2 útlátið og harvið vera partur av grøna orkuskiftinum. Hetta er so eisini ein gongd, sum vit síggja er við at gerast veruleiki í bretska partinum av Norðsjónum, har myndugleikar og vinnan, fyri at minka um CO2 útlátið hjá oljuvinnuni, fara at menna flótandi havvindorku til bæði verandi og komandi olju- og gasspallar eitt nú eystan fyri Føroyar. 

[object Object]Fyrsta flótandi havvindmyllan komin uppá pláss á Hywind Tampen leiðini í norska partinum av Norðsjónum. 

Norska stjórnin fer nú av álvara at seta ferð á vindmylnumenningina frá tveimum havvindmyllum til 1500 í 2040 sum kunnu framleiða 30.000 MW. Endamálið er eisini at skapa arbeiðspláss umframt at geva eitt týðandi íkast til grøna orkuskiftið.

Stjórnin sær eisini møguleikar fyri útlfutningi av tøkni og sammetir samlaða pakkan við eitt kinderegg. 

[object Object]

4 av teimum 11 vindmyllunum, eru nú klárar til at verða sleipaðar út á Hywind Tampen leiðina og skulu har framleiða streym til raksturin av teimum báðum stóru oljuleiðununm, Snorre og Gullfaks, tilsamans fimm pallar.

Framleiðslan verður 88 MW og skal veita 35% av streyminum á pallunum, sum fer at svara til eina minking í útlátinum hjá 100.000 akførum um  árið.

[object Object]

Øll verkætlanin kostar 5 milliardir krónur og verður hon so at meta sum sveinaroyndin hjá framtíðar norskum havvindídnaði. Nógvir norskir veitarar hava verið við til at menna verkætlanina við tí nýggjastu tøknini, sum seinni kann gerast partur av útflutningi av vindmylnuútbúnaði og loysnum.

Orka frá havvindmyllum skal í framtíðini vera eins stórur partur av samlaðu orkuframleiðsluni í Noregi, sum vatnorkan í dag framleiðir. Ein partur av arbeiðinum hjá myndugleikunum fyri at fáa gongd á nýggju havvindorkuvinnuna er at leggja av og bjóða út øki til vindmylnulundir. Hetta arbeiðið er nú í gongd og er málið at kunna vera leiðandi í heiminum innan flótandi havvindmyllur.

Málið er 30 GW av havvindorku innan 2040. Ein týðandi partur av menningini av havvindorku er, hvussu orkan skal flytast og her kemur spurningurin um hybridkaðalar inn í myndina. Hesir skulu við tíðini gera tað møguligt eisini at flyta havvindorku úr Norðsjónum til onnur lond. 

Eisini londini í syðra partinun av Norðsjónum hava stórar ætlanir um havvindmyllur. Herfyri samtyktu Danmark, Týskland, Belgia og Niðurlond eina verkætlan, sum fevnir um 10.000 havvindmyllur umframt bygging av vetnisframleiðslu.

Tann ætlanin snýr seg um at framleiða 65 GW innan 2030 og økja til 150 GW innan 2050. Til samanbering hevur ein meiriluti í norska Stórtinginum samtykt at byggja út við 30GW av havvindi innan 2040.

[object Object]Havvindmylnulundin liggur 140 kilometrar úr landi á 300 metra dýpi millum oljuleiðirnar Snorre og Gullfaks

Noreg kundi verið partur av samarbeiðinum millum tey fýra Norðsjóvarlondini men hevur heldur ynskt at ganga egnar leiðir og útbyggja havvindorkuna  í norska partinum av Norðsjónum. Men Norra vil fegið vera við til at menna netið, sum skal taka ímóti og flyta streymin. 

Eisini um okkara leiðir tvs. í Skotlandi og Hetlandi, verður orka frá flótandi havvindmyllum raðfest høgt í sambandi við grøna orkuskiftið. Fyrr í ár vóru 14 loyvi latin orku- og íløgurfeløgum at fara undir havvindorku út fyri skotsku strendurnar. 

Hjá grannanum í Hetlandi arbeiða myndugleikar og vinnan miðvíst við eini umfevnandi havvindorkuætlan, sum skal veita reina orku til Hetland men eisini útflytast til meginlandið. 

[object Object]Bretski orkuserfrøðingurin Gunther Newcombe á vitjan hjá landsstýrismanninum í orkumálum, Magnussi Rasmussen, har hann kunnaði um framtíðar grøna orkuskiftið í Hetlandi. Hann var boðin til Føroya av Føroya Orkuídnaðarbólki. Mynd Jan Müller

Nú um dagarnar varð kendur bretskur orkuserfrøðingur á vitjan í Føroyum sum gestur hjá Føroya Orkuídnaðarbólki fyri at greiða frá hetlendsku ætlanunum við eitt nú vindorku. Hann vitjaði bæði landsstýrismannin í orkumálum, SEV, Umhvørvisstovuna, Jarðfeingi, Føroya Tele og Mest. 

Í oktober verður aftur stóra arktiska tiltakið í Reykjavík, har tað sum skilst eisini fer at verða varpað ljós á havvindorku í Norðuratlantshavi. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2022

36 Leygardagur 11. juni 2022

Afrika má sleppa at troyta sítt gasstilfeingi

Latið Afrika sleppa at troyta tess gassgoymslur sigur fyrrverandi veðurlagssendikvinnan hjá ST, Mary Robinson við The Guardian. Tørvurin á orku í Afrika er so mikið stórur, at hesin heimsparturin eigur at troyta fossil brennievni, sum finnast í stórum nøgdum í fleiri av londunum í Afrika

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta  sigur Mary Robinson um somu tíð sum hon ásannar, at tað er alneyðugt at minka um CO2 útlátið frá eitt nú gassframleiðslu. Um somu tíð sigur amerikanski veðurlagssendiharrin, John Kerry, at tað er eitt mistak at brúka kríggið í Ukraina sum orsøk til at fara undir aftur kolaorkuframleiðslu.

Mary Robinson, sum er fyrrverandi forsætisráðharri í Írlandi,  er í dag er partur av “The Elders”, sum er ein bólkur av kendum fólkum og oftani fyrrverandi statsleiðarum, sigur, at tørvurin á orku í afrikanskum londum er so mikið stórur, at londini eiga at kunna troyta eitt nú stóra gasstilfeingið, sum finst í hesum heimspartinum. Hetta er tó ikki galdandi fyri lond í eitt nú Vesturheiminum leggur hon aftrat.

[object Object] 

Hon vísir á, at 600 milliónir fólk í Afrika hava ikki atgongd til streym, og 900 milliónir brúka biomassa og skitna olju til matgerð. Har hevði gass kunnað verið eitt minni dálkandi alternativ. -Vit mugu finna útvegir fyri, at Afrika skjótari og lættari kann koma bæði orkutroti og dálkandi brenning til lívssigur hon.  

COP27 ráðstevna verður í Egyptalandi í novmber, og tá fara afrikansk lond at taka upp hesar spurningar. Veðurlagsfundir hava júst verið í Bonn í Týskalandi sum ein fyrireiking til COP27 seinni í ár. Meiningarnar um troytan av gassi í Afrika eru ymiskar. Um somu tíð sum fólk sum Mary Robinson vísa á serstaka afrikanska tørvin, so halda onnur veðurlagsfólk, at hetta kann gerast ein vanlukka. 

Umboð fyri umhvørvisfelagsskapur langa út eftir Robinson og siga, at Afrika eigur heldur at menna reina varandi orku.

Mary Robinson finst  í somu samrøðu við Guardian at bretsku stjórnini fyri at geva skattalættar til orkufeløg, sum vilja gera íløgur í olju og gass í Norsðjónum. Hetta er ørskapur sigur hon. 

Á veðurlagsfundinum í Bonn nú um dagarnar segði amerikanski veðurlagssendimaðurin John Kerry, at kríggið í Ukraina má ikki gerast ein undanførsla fyri at sleppa grøna orkuskiftinum og vísti á, at ongantíð áður hevur ovurhiti og turkur gjørt so nógvan skaða kring heimin sum nú, og er hetta orsakað av veðurlagsbroytingunum, sum stava frá mannahondum. Hann vísti á, at tað er eitt mistak at brúka kríggið í Ukraina sum orsøk til at fara undir aftur framleiðslu frá kolaorkuverkum. Bæði í Kina og India verða tíggjutals nýggj kolaorkuverk tikin í nýtslu nærum hvørja viku. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2022

37 Leygardagur 11. juni 2022

Shahin Gaini tilnevndur professari á Setrinum

Hann er tilnevndur adjungeraður professari í smittusjúkum á Fróðskaparsetri Føroya

Shahin Gaini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Shahin Gaini er tilnevndur adjungeraður professari í smittusjúkum á Fróðskaparsetri Føroya.

Shahin Gaini er 51 ára gamal og føddur í Teheran í Iran. Í uppvøkstrinum búði hann í Iran, Danmark, Noregi og í Føroyum. Hann fekk studentsprógv í Oslo og nam sær síðani prógv sum lækni í 1998 frá Universitetinum í Keypmannahavn.

Longu í lestrartíðini kveiktist áhugin fyri immunologi og lívhættisligum ígerðarsjúkum so sum meningitis og sepsis. Bachelorritgerð hansara snúði seg um møguligt samband millum virusinfektiónir og diabetes mellitus typu 1. Kandidatritgerðin var um immunresponsin í sambandi við bakterielt meningitis. Framhaldsgranskingararbeiðið hjá Shahin Gaini fór fram á Odense Universitetshospitali, har hann hevur verið knýttur at infektiónsmedisinsku deildini bæði sum klinikari og granskari síðani 2000.

Fyrst av øllum hava invasivar lívshættisligar bakteriellar ígerðir, og serliga sepsis, verið í miðdeplinum í kliniska og granskingarliga virki hansara.

Granskaraútbúgvingin var ein ph.d.-útbúgving frá Infektionsmedicinsk Forskningsenhed og Klinisk Institut á Odense Universitetshospitali og á Syddansk Universiteti. Ph.d.-ritgerðin snúði seg um eina stóra kliniska granskingarverkætlan við umleið 500 álvarsliga sjúkum sepsis-sjúklingum, har nýggjar diagnostiskar metodur vórðu kannaðar, tá talan var um lívshættisliga infektión/sepsis og immunologiskar biomarkørar í somu sjúklingum. Ph.d.-granskingin ól fimm vísindaligar greinar, sum broyttu mannagongdirnar fyri diagnostikk av sepsis, serliga viðvíkjandi leiklutinum hjá Procalcitonin versus CRP í sepsisdiagnostikki.

Shain Gaini fekk ph.d.-heiti í 2008.

Klinisku útbúgvingina í internum medisini, infektiónsmedisini og tropumedisini tók hann á Odense Universitetshospitali, Karolinska Institutet í Stockholm og Kolding Sygehus frá 2006 til 2011. Serlæknaviðurkenningina fekk hann í 2011.

Shahin Gaini hevur í tveimum umførum arbeitt sum fastur yvirlækni á Odense Universitetshospitali. 

Frá 2011 til 2022 hevur hann verið knýttur at Landssjúkrahúsinum sum yvirlækni og seniorgranskari. Samstundis hevur hann vegleitt fleiri ph.d.-lesandi á infektiónsmedisinska økinum, og mangar vísindaligar greinar eru komnar burtur úr hesi granskingini, sum serliga hevur snúð seg um sepsis, immunologi, epidemiologi og Covid.

Gjøgnum alla starvsleið sína hevur Shahin Gaini verið virkin undirvísari á Syddansk Universiteti, Fróðskaparsetri Føroya og einari røð av sjúkrahúsum. 

Shahin Gaini hevur somuleiðis hildið eina ørgrynnu av vísindaligum fyrilestrum á kongressum og ráðstevnum. Í 2017 stóð Shahin Gaini á odda fyri stóru norðurlendsku infektións- og mikrobiologisku ráðstevnuni NSCMID 2017, sum var hildin í Havn. 

Fremsta granskingaráhugamál hansara er framvegis invasivar lívshættisligar bakteriellar infektiónir og sepsis, epidemiologi, biomarkørar, diagnostiskir markørar og neuro-infektiónir.

Shahin Gaini hevur eitt stórt altjóða kliniskt og granskingarligt net, sum er til stórt gagn fyri bæði føroyskar sjúklingar og føroyska gransking. Í løtuni er hann partur av stórum altjóða umsóknum um granskingarstuðul, og hann er framvegis vegleiðari hjá ph.d.-lesandi.

Síðani 2015 hevur Shahin Gaini verið adjungeraður lektari á Klinisk Institut á Syddansk Universiteti og síðani 2016 adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Hann hevur útgivið meira enn 55 vísindaligar greinar, har hann hevur verið fyrsti ella annar rithøvundi á meira enn 30 av teimum.

Epidemiologiska sepsisgranskingin í Føroyum hevur vakt ans altjóða og er blivin aðalávísing í sepsisfrágreiðingini hjá WHO í 2020.

Nú Shahin Gaini 1. mai varð tilnevndur adjungeraður professari í smittusjúkum á Fróðskaparsetri Føroya, fer hann at halda almennan professarafyrilestur, sum siður er.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2022

38 Leygardagur 11. juni 2022

Luksemborg vann á Tórsvølli eftir rokaligan annan hálvleik

Annar hálvleikur bjóðaði uppá tvey føroysk reyð kort og eitt luksemborgskt brotspark, sum gav teimum sigursmálið

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tormóður Petursson Djurhuus

Fyrstu 45 minuttirnir á Tórsvølli, bóru ikki brá um, at tað skuldi gerast ein hendingaríkur dystur, men næstu 45 minuttirnir gjørdust alt annað enn keðiligir.

Annar hálvleikur byrjaði við, at luksemborgski tíggjarin, Gerson Rodrigues, fekk tveir risa møguleikar, men føroyska stongin og ein stórbjarging frá Gunnari Nielsen hildu bóltinum úti.

Eftir 62 minuttir kom so størsti føroyski kjansurin í dystinum, tá ið Hallur Hansson endaði við at standa leysur í luksemborgska feltinum. Hann rakti tó bóltin ógvuliga illa við vinstru skoytu, og Anthony Moris í luksemborgska málinum, kundi lættliga taka bóltin í favnin.

Eftir 67 minuttir fekk René Shaki Joensen so beinleiðis reytt kort, tá ið hann kom undir hælin á nummar 19 hjá Luksemborg, Mathias Olesen, ið var um at renna seg frían.

[object Object]

[object Object]

Fimm minuttir seinni gjørdist ilt verri, tá ið dómarin, við hjálp frá VAR, kom til ta niðurstøðu, at Sølvi Vatnhamar hevði felt Leandro Martins í føroyska brotsteiginum, og dømdi brotspark til Luksemborg.

Brotsparkinum tók Gerson Rodrigues sær av. Hann setti bóltin trygt í netið og legði luksemborgar á odda.

Føroyski niðurtúrurin tóktiskt ongan enda at fáa, og eftir 80 minuttir bleiv enn ein føroyskur leikari vístur av vølli. Hesuferð var tað Sølvi Vatnhamar, ið hevði latið sín alboga ferðast ov frítt.

Hóast at føroyingar vóru tveir mans í undirtal, so bardust teir fyrimyndarliga síðstu løtuna, og komu teir eisini til onkra vandamikla støðu.

[object Object]

Mál kom tó ikki burturúr, og dysturin endaði 1-0 til Luksemborg, sum sostatt liggur á einum deildum fyrsta plássið við Turkalandi, við seks stigum. Føroyar og Litava liggja jøvn í hinum endanum, bæði við sínum fyrsta stigi til góðar.

Leygardagin klokkan 17 møtast Føroyar og Litava á Tórsvølli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2022

39 Leygardagur 11. juni 2022

Ikki nógv at gera í Istanbul

Okkara menn vóru úrlatnir og taptu 4-0 móti Turkalandi á Başakşehir Fatih Terim leikvøllinum farna leygarkvøld

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hetta var ein dagur, har vit ikki fingu nakað at hanga saman. Einki spæl fekst at koyra, og tí bleiv tað ein tungur dystur fyri føroyska landsliðið, sum var á vitjan hjá Turkalandi í kvøld.

Talan var um fyrsta dystin í Nations League kappingini hesaferð, har mótstøðuliðini hjá Føroym eru Turkaland, Luksemborg og Litava.

Fyrri hálvleikur í Istanbul var frálíkur sæð úr føroyskum sjónarhorni. Støðan í steðginum var 1-0, og turkar vóru ikki serliga vandamiklir. Men tað, sum ikki var í fyrra hálvleiki, kom í seinna hálvleiki. Turkar settu ferðina upp, og komu í eina vandamikla støðu fyri og aðra eftir.

Longu tveir minuttir inn í seinna hálvleik økti Turkaland til 2-0. Lítla løtu seinni var bólturin aftur í føroyska netinum, men lukkutíð fyri okkum, vildi VAR-skipanin vera við, at tað var rangstøða.

Í 82. minutti og 85. minutti settu turkar punktum til 4-0, sum eisini gjørdist úrslitið.

Turkaland - Føroyar 4-0 (1-0)
Nations League - bólkur C
37’ Cengiz Ünder 1-0
47’ Halil Dervişoğlu 2-0
82’ Serdar Dursun
85’ Merih Demiral

Myndirnar eru frá EPA:

[object Object]
[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2022

40 Leygardagur 11. juni 2022

Spæla í kvøld móti Litava

Tað er stutt ímillum landsdystirnar í løtuni. Í dag klokkan 17 byrjar dysturin millum tey bæði liðini í bólkinum, sum hava tapt í teimum báðum fyrstu umførunum

Føroyar taptu 1-0 fyri Luksemborg á Tórsvølli týskvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað endaði við teprum heimaósigri móti Luksemborg týskvøldið. Harvið hava Føroyar einki stig og málúrttøkuna 0-5 eftir teir báðar fyrstu dystirnar í bólki A í deild C í Nations League.

Litava hevur heldur einki stig eftir tvey umfør. Leygardagin endaði tað 0-2, tá Luksemborg vitjaði í Litava, og týsdagin vann Turkaland heili 6-0 har.

Helst síggja bæði føroyingar og litavar nú góðan møguleika at fáa stig.

Tað er stutt ímillum landsdystirnar her fyrst í juni. Hesuferð fingu liðini tó ein "eyka dag", í mun til ímillum dyst eitt og tvey og í mun til gloppið millum teir báðu næstu dagarnar - Føroyar spæla longu aftur móti Luksemborg týsdagin. 

Spælt verður á Tórsvølli, har fyrsta bríksl er klokkan 17. 

Føroyar eru fjúrtan pláss frammanfyri Litava á FIFA-styrkislistanum. René Shaki Joensen og Sølvi Vatnhamar hava leikbann til dystin, orsakað av útvísingunum teir fingu móti Luksemburg. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2022

41 Leygardagur 11. juni 2022

Ikki nøgdir við javnleik móti Litava

0 stig og 0 mál er veruleikin aftaná fyrstu tveir dystirnar í Nations League. Í dag skal tað vera, tá Litava er á vitjan. Ein javnleikur er ikki nokk, sigur Håkan Ericson

Klæmint Andrasson Olsen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir tveir dystir í Nations League er úrtøkan 0 mál og 0 stig hjá føroyska landsliðnum. Í kvøld er Litava á vitjan á Tórsvølli, og tá skulu nøkur stig á kontuna, sigur landsliðsvenjarin.

- Sum føroyskur venjari kann eg ikki hava væntanir at vit altíð skulu vinna. Kanska móti Gibraltar ella Liktenstein. Hinvegin so vilja vit altíð vinna, og vit eru ikki nøgdir við javnleik ímóti Litava, segði Håkan Ericson.

Eftir 1-0 tapið móti Luksemborg týskvøldið, har Føroyar fingu tvey reyð kort, hevur hópurin havt frí.

Leikararnir hava havt frí í eitt samdøgur, og kundu fara heim til sínu kæru fyri síðani at møta upp við fullari orku.

Håkan Ericson greiddi á tíðindafundi fríggjadagin frá, at teir í hósdagin høvdu eina lætta venjing fyri at koma í gongd aftur, og fríggjadagin var taktisk venjing.

Føroyar-Litava verður bríkslaður í gongd kl. 17.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Håkan Ericson (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2022

42 Leygardagur 11. juni 2022

Sølvi Vatnhamar fær langt leikbann

Sølvi Vatnhamar hevur fingið leikbann í tríggjar dystir fyri reyða kortið í dystinum móti Luksemborg. Tí eru boð send eftir Heðini Hansen úr HB

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Håkan Ericson hevur sent boð eftir Heðini Hansen úr HB, sum skal avloysa Sølva Vatnhamar, ið hevur fingið leikbann í tríggjar dystir fyri reyða kortið móti Luksemborg.

Seinastu løtuna í dystinum móti Luksemborg spældi føroyska landsliðið við nýggjum monnum. Fyrst varð Rene Shaki Joensen vístur av vølli, og lítla løtu fekk eisini Sølvi Vatnhamar tað reyða kortið frá dómarinum.

Meðan Rene Shaki hevur fingið leikbann í ein dyst, er nú greitt, at Sølvi Vatnhamar er leikbannaður næstu tríggjar dystirnar.

Sum avloysara fyri Sølva á miðvøllinum hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sent boð eftir Heðini Hansen úr HB. Heðin er ikki ókendur í landsliðshøpi, og er higartil skrásettur fyri seks A-landsdystir fyri Føroyar – seinast í 1-0 sigrinum á Liktinstein fyrr í ár.

UEFA Nations League dysturin millum Føroyar og Litava verður á Tórsvølli leygardagin 11. juni klokkan 17.

[object Object]Heðin Hansen nr. 21 (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2022

43 Leygardagur 11. juni 2022

Fingu aftur stig móti Serbia

Jørgen Nielsen legði Føroyar á odda við sínum fyrsta U21-máli, men Serbia javnaði í 77. minutti. Føroyar fingu samanlagt tíggju stig og stig í meira enn helminginum av dystinum í hesari undankappingini og vóru heilt nær við 3. plássið og stigamet

Føroyingar fegnast eftir leiðslumálið í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eins og í fjør, tá Serbia og Føroyar spældu, endaði tað við javnleiki, og eins og tá føroyska U21-landsliðið spældi í Klaksvík í fjør (móti Norðurmakedonia) endaði tað 1-1 við Djúpumýru týsdagin.

Føroyar og Serbia spældu um triðja plássið í bólkinum, og við sigri móti serbisku favorittunum hevði føroyska liðið sett met fyri stig í einari undankapping. Hetta var heilt nær við at eydnast; hóast Føroyar vóru nígggju leikarar fyriuttan.

Tað var málleyst eftir fyrra hálvleik. Serbar høvdu bóltin væl meira fyri steðgin, og nakrar vandastøður vóru í føroyska brotsteignum, men Føroyar fingu størsta málmøguleikan. Tað var stutt fyri hálvleiki, tá Jørgen Nielsen, ið byrjaði inni á U21-landsliðnum á fyrsta sinni og sum stríddist ógvuliga væl í álopinum, vann Føroyum eitt fríspark tætt við brotsteigarmarkið. Lukas Giessing royndi seg, serbiski málverjin bjargaði í fyrstu atløgu, men Áki Samulesen fylgdi upp. Málverjin var tó aftur til reiðar, og heldur ikki í triðju royndini fingu okkara mál.

Tað bragdaði, tá tólv minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Vælleikandi liðformaðurin, Magnus Holm Jacobsen, legði lágt horna inn til nærru stong. Har var 18-ára gamli Jørgen Nielsen til reiðar, og fekk prikað bóltin um mállinjuna. Tað var fyrsta málið hjá glyvramanninum, ið skifti til Östers IF í Svøríki úr NSÍ fyrr í ár.

[object Object]
Jørgen Nielsen, í støðuni har hann fær fríspark. 18-ára gamli áleyparin vann nógvar nærdystir og skoraði í kvøld (Mynd: Sverri Egholm) 

Føroyski verjuparturin eydnaðist væl. Bárður á Reynatrøð hevði eina stórbjarging og stýrdi annars aftanfyri sterku miðverjuni og millum annað eisini ein stinnan Símun Sólheim á høgra bakki. Hóast stóra yvirvág komu serbar ikki til nógvar opnar málmøguleikar, men í 77. minutti kundu føroyingar irða seg, tá Mitrovic fekk smoygt sær ígjøgnum, og úr spískum smekkaði hann bóltin uppundir nettakið.

Síðstu løtuna fóru bæði liðini eftir sigrinum, og innskifti Olaf Bárðarson, sum setti lív í, kom í tvær góðar støður. Tað endaði tó 1-1, og hetta tyktust serliga serbarnir ikki nøgdir við - føroyingar tyktust tó heilt ernir nakað seinni, tá vit fingu orðið á málskjúttan og venjaran stutt eftir flott avrikið.

Liðið hjá Sámal Erik Hentze fekk tíggju stig í undankappingini - eitt í miðal fyri hvønn dyst. Føroyar fingu stig í meira enn helminginum av dystunum - seks av tíggju dystum. Tað endaði við javnleiki í báðum dystunum móti Serbia, ið endaði á triðja plássi; eitt pláss og tvey stig frammanfyri Føroyum. Tað er ivasamt, um Sámal Erik Hentze við toymi halda fram.

Undankappingin til U21-EM 2023
Við Djúpumýru, Týsdagin 07.06

Føroyar - Serbia 1-1 (0-0)
58' Jørgen Nielsen 1-0
77' Stefan Mitrovic 1-1


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2022

44 Leygardagur 11. juni 2022

Jørgen Nielsen aftur til føroyskan fótbólt

Útlitini fyri spælitíð á besta liðnum hjár svenska Östers IF eru ikki tey bestu, og tí vendir Jørgen Nielsen nøsina heima aftur til Runavíkar

Jørgen stóð seg væl sum fremsti maður hjá U21-landsliðnum í Klaksvík týsdagin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jørgen Nielsen, sum fyrst í hesum árinum soraði trý mál í trimum dystum fyri barndómsfelagnum NSÍ, hevur seinastu mánaðirnar verið útleigaður til svenska felagið Östers IF í næstbestu deildini. Men nú vendir hann nøsina heim aftur til NSÍ, skrivar bolt.fo.

Tað hevur annars gingið væl í Svøríki, sambært miðlinum. Ungi glyvramaðurin hevur skorað fimm mál fyri U21- og U19-liðini og hann hevur vant við besta liðnum.

18 ára gamli Jørgen Nielsen er eisini glóðheitur í løtuni. Týsdagin skoraði hann føroyska málið í dystinum móti Serbia, sum endaði við 1-1 javnleiki.

Eftir eina vánaliga byrjan er NSÍ komið fyri seg, og hevur 15 stig á sætta plássið. Bara fýra stig eru upp til B36 á fjórða plássið, sum gevur atgongd til Europa League.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2022

45 Leygardagur 11. juni 2022

Rógvi við í venjaratoyminum hjá 07 Vestur

07 Vestur víðkar nú venjaratoymið, og nýggi maðurin er Rógvi N. Poulsen av Argjum, sum verður fysiskur venjari hjá Betri Deildin, og elstu ungsdómsliðunum

Jón Nordendal, formaður í 07 Vestur (t.v.) og Rógvi N. Poulsen (Mynd: 07Vestur)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í nakrar mánaðar hevur 07 Vestur mangla serskilan fysiskan venjara, og við nýsetta venjaranum, Rógva N. Poulsen, er hesin knúturin loystur.

Rógvi kemur, umframt at verða partur av toyminum hjá Michael Schjønberg í Betri Deildini, eisini at leggja fysiskar venjingar til rættis hjá dreingjum U15 og U17.

Rógvi N. Poulsen er 32 ára gamal, og spældi so seint sum í ár í Betri Deildini, har hann hevur leikt yvir 200 dystir. Fyri kortum gavst hann í AB, har hann spældi á hægsta stigi. Hann hevur annars umboðað HB í fleiri ár og eisini B36.

Sum venjari hevur Rógvi, hóast hann er ungur enn, eisini havt fleiri størri uppgávur, t.d. sum leikandi høvuðsvenjari hjá AB og sum høvuðsungdómsvenjari hjá sama felagi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2022

46 Leygardagur 11. juni 2022

Wales skal til eitt HM-endaspæl fyri fyrstu ferð í 62 ár

Bólturin endaði í ukrainska málinum eftir fríspark frá Gareth Bale, og hetta - umframt gróthart walisiskt arbeiði og gott málmansspæli í 90 minuttir - var nóg mikið til at tryggja eina fótbóltsveitslu í Cardiff

Gareth Bale var sjálvandi íblandaður í einari risa løtu í fótbóltssøguni hjá lutfalsliga lítla Wales (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað rakk ikki til HM-atgongumerki hjá Ukraina, ið so nógv uttanveltað hildu við. Liðið vann annars 3-1 móti Skotlandi á Hampden Park mikukvøldið, og so var tað "bert" Wales, ið kundi forða ukrainum í at røkka HM-endaspælinum, sum verður í Katar í vetur.

Men her vann Wales og nútíðarsøga innan fótbólt í Wales varð harvið skrivað.

Lagt varð upp til ein javnan og spennandi dyst á Cardiff City leikvøllinum sunnukvøldið. Tað var útiliðið, ið hevði yvirvág, hvat spæli og málmøguleikum viðvíkur. Teir í gulum vóru tó ikki nóg skarpir á seinasta triðinginum, og royndi málverjin Wayne Hennessey var árvakin og sera stinnur, og tað var fimm-mansverjan hjá walisum eisini. 

Ukraina kundi fingið eitt brotsspark í fyrra hálvleik, tá Andriy Yarmolenko fór um koll. Royndi spanski dómarin, Antonio Mateu Lahoz, lat tó ikki við seg koma, og VAR-kanningin staðfesti, at spælið skuldi koyra víðari.

Júst Yarmolenko hevði ein keðiligan høvuðsleiklut í einasta málinum, ið kom í dystinum. Gareth Bale royndi seg við frísparki nakað til vinstru, og beint yvir 25 metrar úr málinum. Skotið hjá 32-ára gamla Bale hevði helst rakt málið, men høvdið hjá Yarmolenko hjálpti, og gjørdi tað ógjørligt hjá ukrainska málverjanum at bjarga. So var nógvur larmur og stór frøi í Cardiff, og góði rómurin helt fram og rakti eitt hæddarpunkt, tá Lahoz bríkslaði av.

Tað vóru nógvar kenslur uppá spæl. Royndi Aaron Ramsey var ein av walisku leikarunum, ið feldi tár, nú eitt HM-atgongurmerki endliga aftur var komið í hús.

Tað vóru eisini tár í ukrainsku leguni. Støðan í heimlandinum er ógvuliga ring, og leikararnir og áskoðarnir høvdu eina vakra løtu saman.

Gareth Bale vísti eisini klassa, tí eftir at heilt stutt hava fegnast um at sleppa at spæla í einum HM-endaspæli fyri fyrstu ferð, fór liðformaðurin hjá Wales yvir í hornið at heilsa uppá allar ukrainsku leikararnar, umframt áskoðarnar. So líðandi kom allir walisiski hópurin yvir, og heimaáskoðararnir fagnaðu ukrainunum, sum hava nógv annað enn fótbólt at hugsa um.

Walisar kunnu nú síggja fram til eitt HM-endaspæl fyri fyrstu ferð síðani 1958. Har verða Bale, Ramsey og Hennessey og hinir í bólki saman við nábúgvunum Onglandi, umframt USA og Iran.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2022

47 Leygardagur 11. juni 2022

NSÍ og Kristian skiljast

Danski leikarin Kristian Andersen fer ikki framyvir at spæla í gulu troyggjuni

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kristian Andersen verður framyvir ikki partur av NSÍ. Hesum boðar felagið frá. 27 ára gamli danin kom til felagið beint eftir kappingarbyrjan.

Kristian Andersen hevur eina fortíð í millum annað Brøndby, men megnaði ongantíð av álvara at seta sín dám á føroyskan fótbólt, og nú sigur NSÍ farvæl.

Hann er skrásettur fyri níggju dystir fyri besta liðið hjá NSÍ. Álopskendi leikarin hevur einki mál skorað í ár - hann hevur lagt upp til eitt.

[object Object](Mynd: NSÍ)

Seinast hann spældi var fyri einum mánaði síðani, og í vikuni boðaði NSÍ frá samstarvið, at samstarvið við Kristian Andersen er endað, og at hann harvið ikki longur er partur av NSÍ-hópinum.

NSÍ liggur á sætta plássið í Betri deilini hjá monnum við 15 stigum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2022

48 Leygardagur 11. juni 2022

Danskur áleypari til Klaksvíkar

Skjótt 32 ára gamli danin Anders Holvad skal styrkja um áleypspartin hjá KÍ fram til kappingarenda í 2023

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Anders Holvad hevur undirskrivað sáttmála við KÍ

Skjótt 32 ára gamli danin skal styrkja um áleypspartin hjá KÍ fram til kappingarenda í 2023.

Anders Holvad kemur til úr FC Fredericia í næstbestu donsku deildini, har hann hevur verið síðan 2017. Hann hevur leikt 153 dystir í 1. division og 11 í donsku superliguni.

187 cm høgi áleyparin kemur til Klaksvíkar týsdagin.

KÍ liggur á fyrsta plássið í Betri deildini hjá monnum við 34 stigum, og seks stig eru niður til Víking á øðrum plássi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2022

49 Leygardagur 11. juni 2022

Jensa Tórolvsdóttir kosin best í mai

Eftir spennandi atkvøðugreiðslu varð Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi kosin at vera besti spælari í Betri Deildini hjá kvinnum í mai mánaði

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Heiðurin sum besti spælari hjá kvinnum og monnum verður hvønn mánað latin í samstarvi millum FSF, Effo og Betri. Tað eru venjarar og miðlafólk, sum fylgja bestu kvinnudeildini, sum hvønn mánað greiða atkvøðu um besta leikara, og uppteljingin gjørdist sera spennandi hesaferð.

Tá avtornaði, hevði Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi fingið tvær atkvøður fleiri enn Livyan Borges úr B36 og Heidi Sevdal úr NSÍ. Heiðurin sum spælarin hendan mánaðan varð tí latin Jensu Tórolvsdóttir undan dystinum móti NSÍ í Sarpugerði annan hvítusunnudag.

Maria Ziskason Nesá, samskipari fyri kvinnur í fótbólti hjá FSF, stóð fyri handanini av einum gávubrævi á 1.500 krónur frá Effo og eini glasstandmynd, sum Betri hevur latið.

Dysturin millum Víking og NSÍ var fjórðingsfinala í steypakappingini, og runavíkingar vunnu 3-1. NSÍ er sostatt eitt av fýra liðum í hálvfinaluni í steypakappingini 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2022

50 Leygardagur 11. juni 2022

Hesi umboða Føroyar í altjóða svimjikappingum í summar

Svimjarar til EJM, NMU, EM og HM eru úttiknir

Elisabeth Erlendsdóttir skal svimja EM og EJM í summar (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Svimjisamband Føroya hevur úttikið teir svimjarar, sum skulu umboða Føroyar á komandi altjóða svimjikappingum.

Talan er um heimsmeistarakappingina í Ungarn 18. til 25. juni, EM fyri juniorar í Rumenia 5. til 10. juli, norðurlandakappingina fyri ungdóm í Estlandi 9. og 10. juli og EM í Italia 11. til 17. august.

Sambandi hevur fyrr boðað frá, at føroysku luttakararnir til HM kappingina í Ungarn seinni í juni verða systkinini Vár og Bartal E. Eidesgaard, úr Havnar Svimjifelag, sum eru fødd ávikavist 2001 og 2003.

Tey, sum eru úttikin til hinar altjóða kappingarnar, eru hesi:

EJM 2022 í Rumenia: Elisabeth Erlendsdóttir (2005), Havnar Svimjifelag

NMU 2022 í Estlandi: Lea Osberg Højsted (2008), Róa Trygvadóttir (2008), Heini M. Askham (2006) og Líggjas Joensen (2008) úr Ægir. Bjarta í Lágabø (2009) úr Suðuroyar Svimjifelag, Jóhanna Ólavsdóttir (2007) úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Isak Brisenfeldt (2006) og Áki Eliassen (2006) úr Havnar Svimjifelag.

EM 2022 í Italia: Elisabeth Erlendsdóttir (2005) og Vár E. Eidesgaard (2001) úr Havnar Svimjifelag.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2022

51 Leygardagur 11. juni 2022

Tórshavn Marathon verður í morgin

Eftir støðg í tvey ár verður nú aftur runnið marathon í havnargøtum og eftir Kaldbaksvegnum

Seinasta Tórshavn Marathon var í 2019
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tey gera tað í Reykjavík, í Stockholm og enntá í Nuuk – tey renna marathon í býnum. Í nógvum býum í øllum heiminum savnast tey um marathon renningina, og tað gera vit sjálvandi eisini í Tórshavn.

Aftan á tvey ára marathonsteðg verður Føroya einasta marathon endiliga aftur.

Hetta er 18. ferðin vit renna Atlantic Airways Tórshavn Marathon, og vit bjóða øllum við.

Sunnudagin 12. juni fyllist høvuðstaður okkara við glaðum og spentum føroyingum og útlendingum, sum renna marathon, hálvt marathon ella styttri teinar. Nógv fara eisini at ganga hálvt marathon.

Tilmeldingin hevur verið støðug síðani hon lat upp í fjør og enn ber til at melda til á torshavnmarathon.com. Hættar tú tær ikki undir longru teinarnar, kanst tú renna bæði 5 og 10 kilometrar.

Atlantic Airways Tórshavn Marathon er eitt stórt tiltak og hvørt ár koma rennarar úr øllum heiminum at renna saman við føroyingum. Aftur í ár fara Rynkeby súkklarar at seta dám á tiltakið og súkla saman við fremstu rennararnum.

Bragdið og Tórshavnar Kommuna leggja dent á, at sunnudagurin 12. juni verður ein renniveitsla fyri øll.

Tónleikur verður á rutuni í býnum og við málið, so rættiligt lív verður í høvuðsstaðið okkara.

Startskotið til Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður latið á Vaglinum sunnudagin 12. juni kl. 13..

Vit vóna, at nógv fólk koma at stuðla teimum sum renna, bæði í býnum og á rutuni annars. Eitt smíl, eitt róp ella klapp ger undurverk fyri rennaran, so komið út á gøturnar, oman í býin ella onkra aðra staðni á rutuni og latið okkum øll gera hendan dagin til ein veitsludag.

Runnið verður av Vaglinum, yviri við Strond, eftir ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir. Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund, og tey sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið niðan aftur á Vaglið. 

Tíðindaskriv frá Bragdinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2022

52 Leygardagur 11. juni 2022

Vegir og tunlar stongdir í samband við Tórshavn Marathon

Millum annað eru Eysturoyartunnilin og Kollafjarðartunnilin stongdir til klokkan 18 í morgin, og harvið er neyðugt at koyra eftir Oyggjarvegnum í hesum tíðarbili. Longu frá 12.30 eru nógvir vegir í høvuðsstaðnum stongdir

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Árliga Tórshavnar Marathon er á skránni nú sunnudagin, 12. juni. 

Langi teinurin, ið rennast skal, merkir, at rennararnir skulu nakað út um Havnina, og tað ávirkar ferðslu á ymsum strekkum í ymskum tíðarbilum.

Mest merkisvert er tað helst, at vegurin frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin til Kaldbaksbotn er stongur frá klokkan 13 til 19, og at Eysturoyartunnilin og Kollafjarðartunnilin eru stongdir. Bilar skulu í staðin koyra eftir Oyggjarvegnum, upplýsir Tórshavnar kommuna.

[object Object]
Mynd: torshavn.fo

Langa renningin merkir sjálvandi eisini, at ferðslan í høvuðsstaðnum er nógv tarnað.

[object Object]
[object Object]
Mynd: torshavn.fo

Til ber at síggja fult yvirlit á torshavn.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2022

53 Leygardagur 11. juni 2022

Stuðulsavtala gjørd fyri ársins Føroyaleikir

Føroyaleikir hava gjørt samstarvsavtalu við fimm høvuðsstuðlar og fýra kommunur um leikirnar í ár

Herfyri varð skipað fyri samkomu, har umboð fyri íSF, kommunrnar og stuðlar luttóku (Mynd: ÍSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroyaleikir hava gjørt samstarvsavtalu við fimm høvuðsstuðlar og fýra kommunur um leikirnar í ár.

Høvuðsstuðlarnir eru Betri, Atlantic Airways, SMS, Sport 24 og Wenzel. Kommunurnar eru Vágs- Tórshavnar-, Runavíkar- og Klaksvíkar kommuna.

Hósdagin í undanfarnu viku hittust umboð frá ÍSF, kommunum og stuðlum á lítlari samkomu í hølunum hjá Betri.

Á skránni vóru røður, og eisini greiddi Anna Maria Toftegaard, samskipari fyri Føroyaleikir frá komandi leikunum, fyrireikingunum og framtíðarætlanunum fyri leikunum, skrivar ÍSF.

[object Object]
Umboð frá ÍSF, kommunum og stuðlum (Mynd: ÍSF)

Føroyaleikir er ítróttarstevna, sum ÍSF skipaði fyri á fyrsta sinni í fjør. Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi summarkapping fyri allan føroyskan ítrótt, sum íSF fevnir um.

Kappingin skal eftir ætlan vera tey árini føroysku ítróttafólkini ikki fara til oyggjaleikir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2022

54 Leygardagur 11. juni 2022

Nýggja Bridgehúsið í Gundadali reist

Tað var í apríl í fjør, at býráðið samtykti eitt tilmæli frá mentamála- og fíggjarnevndini um heimild at gera avtalu um endurgjald og um staðseting av nýggjum bridgehúsi. Longu nú er tað reist

Gamla Bridgehúsið - fyrrverandi HB-húsið - skal takast niður skjótt. Økið skal vera torg
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Arbeiðið at byggja nýggja bridgehúsið hevur gingið skjótt og væl. Í vikuni var reisigildi, sum varð hátíðarhildið í gamla Bridgehúsinum, sum nú syngur seinasta ørindi og verður niðurtikið fyrsta dagin.

Við borðhaldið segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at sjáldan hevði hann upplivað ídnari fólk at fáa nakað frá hondini, eins og at samarbeiðið við Bridgefelagið hevur verið heilt einastandandi.

Tað eru nú nøkur ár síðan, at nevndin fyri Brigdehúsið vendi sær til kommununa viðvíkjandi eini varandi loysn fyri Brigdehúsinum í Gundadali. 

Samskift varð síðan við Bridgehúsfelagið um yvirtøku av húsinum og endurgjald í tí sambandi, nú torgverkætlanin í Gundadali var farin í gongd.

Heðin Mortensen nevndi, at tað var so seint sum í apríl í fjør, at býráðið samtykti eitt tilmæli frá mentamála- og fíggjarnevndini um heimild at gera avtalu um endurgjald og um staðseting av nýggjum bridgehúsi.

[object Object]

Staðsetingin bleiv so nærum beint yvir av verandi Bridgehúsi. Og longu nú er húsið reist.

Seinasta verkætlanarstigið í Tórsvallarætlanini, sum eisini er partur av kravdum umstøðum til altjóða stadion, er torgið uttan fyri sjálvt stadion. Gamla Bridgehúsið er partur av hesum øki og skal tí takast niður.

Talan er um alt tað stóra økið hinumegin vegin, sum skal liva upp til býarskipanarlig krøv samsvarandi heildarætlanini fyri Gundadal, har hetta økið er høvuðsportalur til Gundadal frá miðbýnum.

[object Object]

Tórshavnar kommuna

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2022

55 Leygardagur 11. juni 2022

Minning um vinin Niels Midjord

-

 
SkrivaÐ:

Minningarorð/holgar

Lítið vardi tað meg, tá vit tosaðu saman fríggjadagin, at hetta skuldi blíva seinasta samrøðan við teg her á fold. Vit mundu tosa saman í góðan tíma, tú av Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, og eg uttan fyri Rokoko í Norðagøtu, har eg bíðaði eftir Eriku, ið var farin inn at keypa.

Tú var glaður fyri, at viðgerðin hevði riggað væl og fortaldi mær, at tú føldi teg sera væl. Eg var sera fegin um, at tann meinbogi, ið ein blóðtøppur er, var farin afturum, og at vit aftur kundu taka táttin upp við tónleikinum. Tú bað meg heilsa Eriku, og tú gleddi teg til pannukakurnar, ið eg faktiskt lovaði, at hon skuldi gera, tá nú tú og Jaspur skuldu koma vestur aftur at gera lidna verkætlanina, har tú sum fyrsti føroyingur spælir svenskan, tvíarmaðan lutt inn.

Men skjótt er Harranum um. Leygardagin, tá tú vart komin heim aftur til Føroya, fór tú frá okkum. Tað var, sum um tíðin stóð still, tá Jaspur ringdi til mín og segði, at tú var deyður.

Niels, eg var so heppin at kenna teg, og okkara vinskapur hevur givið mær nógv. Títt gittarspæl, tín rødd, tínar umsetingar. Bara tað at vera saman við tær, var ein uppliving. Nú tagnaði alt brádliga, alt ov brádliga.

Niels, tú var eisini ein, ið tordi at tosa Roma ímóti og ræddist ikki marionettdukkurnar. Tú var heldur ikki limur í P/F Interrós, ið stórskaldið Poul F. ávaraði ímóti, og sum framvegis sýnist at hava gróðrarlíkindi í føroyska mentanarlívinum. Tú var helst alt ov stórur mentamaður til slíkt.

Eg havi mist ein góðan vin og lærumeistara. Takk fyri løturnar, Niels. Eg takki fyri, at eg kom at kenna teg, og eg vildi havt teg her leingi afturat, men Harrans vegir eru ikki okkara. Vit síggjast aftur.

Við kirkjugarðsins hvíta, fjálga lið,
har troyttar lagnur finna sálarfrið.
Har farnir vinir sova sælan blund,
ein dag vit aftur seta teimum fund.

Friður veri við minninum um vinin og mentamannin Niels Midjord.

holgar


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2022