Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 09. juli 2022 | Nr. 28 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Føroysku dreingirnir bukaðu danir

SíÐa 43

1 Leygardagur 09. juli 2022

Góðan lesihug og gott vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Føroyum til miklan sóma

(Mynd: Harald Bjørgvin) Enn vita vit ikki hvussu langt tað fer at bera hjá sera dugnaligu føroysku hondbóltsdreingjunum, sum í hesum tíðum stríðast í kapping í Portugal um at vinna evropameistaraheitið í handbólti í sínum árgangi.

Tað er nú staðfest fleiri ferðir, at vit í júst hesum árganginum eiga eitt løgu av íðkarum, sum eru millum teir mætastu innan sína ítrótt.

Tað er einki minni enn fantastiskt, at hetta liðið er komið so langt, at tað nú ger seg galdandi um at blíva millum tey bestu í Evropa. Tað átti ikki at verið møguligt hjá eini tjóð við gott hálvthundraðtúsund íbúgvum.

Men føroyskur ungdómshondbóltur er í løtuni eins og surribýflugan, sum flýgur uttan at vita av, at hon í veruleikanum ikki átti at klára tað.

Hesir dreingirnir fara ósmædnir og bringufattir inn á leikvøllirnar, og spæla sítt spæl sum teir altíð hava gjørt – kanska uttan at hava fatað, at hetta veruliga er í evropeiskum toppklassa. Og í handbólti merkir evropeiskur toppklassi tað sama sum heimsklassi.

Vit hava longu lyndi til at vænta nógv av hesum garpum. Oftast liva teir upp til væntanirnar og vónirnar, sum nú henda dagin, tá Danmark var mótstøðan, og føroyska liðið vísti seg at vera tað nógv meira heilstoypta hondbóltsliðið og “yvirmatchaði” danir – teir, ið funnu upp á hondbóltin í síni tíð – á flestu økjum. Ein sera væl uppiborin sigur, hóast málmunurin bert var tað eina málið, tá samanum kom.

Men skjótt er frá gleðisrúsi til iðranartár. Tí tá verandi europameistarin fyri U20 lið, Slovenia, var á skránni dagin eftir, vóru tað hinir, ið fóru við sigrinum, eitt mál frammanfyri tá dómarin bríkslaði. Soleiðis er tað í altjóða handbólti, tá jøvn lið møtast. Eina dagin er tað títt lið, ið hevur eydnuna, og kanska eisini dómaran, við tær, og annan dagin er tað hitt liðið.

Men ósigurin móti slovenum tók einki frá føroyska avrikinum, sum framvegis má metast sum einastandandi. Tað er ikki hvønn dag, at spælið gongur upp í eina hægri eind, og fyri at gera seg galdandi á stóra pallinum er tað ein treyt at kunna finna góða spælið fram, hóast liðið ikki hevur tann besta dagin, sum sagt verður í ítróttaheiminum.

Og at bert tapa við einum máli móti verandi meistarunum meðan persónurin, ið hevur spælt høvuðsleikin, spælskipanin, teir seinastu dagarnar, mátti verða sitandi á beinkinum við skaða, setir avrikið í perspektiv. Hetta var eitt megnaravrik!

Øll tjóðin bíðar í spenningi eftir at fylgja avbjóðingunum hjá liðnum hesa komandi vikuna. Líka mikið, hvussu gongur, so hava hesir garpar longu verið Føroyum til almiklan sóma. Framá Føroyar!


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3238

    Lisnar síður: 13231

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 09. juli 2022

Koks varðveitti Michelin-stjørnurnar

Tað hevur ikki ávirkað metingina hjá Michelin, at Koks er flutt til Grønlands. Men tað er "Koks við Leynavatn", sum fær stjørnurnar

Hóast Koks ikki longur hevur bústað frammi við Gjónna, so varðveitir matstovan sínar Michelin-stjørnur (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað hevur ikki ávirkað tær báðar Michelin-stjørnurnar hjá matstovuni Koks, at hon er flutt frá Leynarvatni til Ilimanaq í Grønlandi.

Mánadagin vóru norðurlendsku Michelin-stjørnurnar fyri 2022 býttar út, og her kundi staðfestast, at Føroyar varðveittu sína tvey-stjørnaðu Michelin-matstovu, hóast hon er flutt av landinum.

Tí Koks er framvegis á listanum yvir tvey-stjørnaðar matstovur, og talan er um Koks við bústaði við Leynarvatn.

Í guide’ini verður sagt, at Koks hevur flutt bústað til Grønlands komandi tvey sumrini, men ætlar at flyta aftur til Føroyar í 2024.

Annars verður greitt frá, hvussu ein kann uppliva góðbitar í einum hjalli við vatnið fyri síðan at verða fluttur niðan í gamla bóndagarðin til stórfingnar og eksperimentarandi matupplivingar. Tað er sostatt upplivingin frammi við Gjónna, sum verður virðismett í ársins Michelin-guide, og ikki Koks í Grønlandi.

Afturat Koks eru tvær aðrar føroyskar matstovur eisini tiknar við í Michelin-guidena, tó uttan at fáa stjørnu ella ein sokallaðan Bib Gourmand.

Kortini fáa ‘avleggararnir’ hjá Koks, tær báðar matstovurnar í Gongini heima í Havn, Ræst og Roks, heiður við bara at verða tiknar við og fáa viðmæli í guide’ini, ið verður mett at vera tann tignarligasta millum nógvar guidir fyri tær bestu matstovurnar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2022

3 Leygardagur 09. juli 2022

Meiriluti ynskir at lata fosturtøkulógina fáa frið

49 prosent halda ikki, at lógin eigur at dagførast. 6.186 brúkarar á Portalinum svaraðu farna fríggjadag upp á spurningin "Átti fosturtøkulógin at verið dagførd?"

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Javnan tekur spurningurin um fosturtøku seg upp í Føroyum. Ofta er tað orsakað av umrøðu uttanlands, og tað er tað eisini í hesum førum.

Tá Portalurin seinasta fríggjadag spurdi brúkararnar um hvat tey halda um fosturtøkulógina, svaraði ein lítil meiriluti, at lógin eigur at fáa frið.

Til spurningin “Átti føsturtøkulógin at verið dagførd?” svaraðu 49 prosent nei, meðan 45 prosent svaraðu ja.

6 prosent svaraðu “Mær tað sama”.

6.186 brukarar svaraðu atkvøðugreiðsluni á Portalinum fríggjadagin. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2022

4 Leygardagur 09. juli 2022

Millum bestu árini hjá Vest Pack

Men orsaka av eigaraskifti, hevur felagið munandi meira skuld og lægri eginpening. Raksturin er tó stak góður, og botnlinjan í fjør vísti 12,6 milliónir krónur

(Mynd: Vest Pack)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Vest Pack í Vestmanna er ein fyritøka, sum kann vísa á góð úrslit síðstu mongu árini. Árið í 2021 var ikki ørvísið í so máta. Ársúrslitið gjørdist eitt avlop á 12,6 milliónir krónur, sum er næst besta úrslit aftaná 2017, tá úrslitið var 13,1 milliónir.  

Pf. Vest Pack var stovnað í 1994. Felagið tekst við at framleiða og selja plastúrdráttir til føroyska marknaðin, umframt eisini at verða heildarveitari av pakkitilfari og líknandi til føroyska marknaðin og til skip. Í 2013 var Vest Pack valt til ársins virkið.

Rakstrarroknskapurin 2021 stak góður
Roknskapurin hjá Vest Pack fyri 2021 vísir, at bruttovinningurin øktist úr 24,1 milliónum til 30,4 milliónir krónur, ella við heili 26 prosent. 

[object Object]

Úrslitið áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebidta, var 17,2 milliónir krónur í 2021, sum er heilar 6,4 milliónir ella 59 prosent hægri enn í 2020. 

Vest Pack rindar 2,8 milliónir krónur í partafelagsskatti fyri úrslitið í 2021.  

Aftan á skatt lógu 12,6 milliónir krónur eftir í 2021, sum eru 4,9 milliónir ella heili 64 prosent meira enn í 2020. 

Fíggjarjanin øktur
Fíggjarjavnin hjá Vest Pack javnvigaði við árslok 2021 við 89,6 milliónum krónum sammett við 55,7 milliónir í 2020. 

Støðisognir, sum eru bygningar og útgerð hjá felagnum, øktist úr 14,9 milliónum til 29,7 milliónir krónur. Sambært roknskapinum er serliga talan um eina uppskriving á 13,8 milliónir krónur

Ognir í umferð øktust úr 40,7 milliónum. í 2020 til 59,9 milliónir krónur í 2021. Serliga stóra broytingin er at áogn frá sølu og tænastum øktist við 9,5 milliónum til 25,6 milliónir krónur í 2021. 

[object Object]

Eginpeningurin hjá Vest Pack er minkaður munandi í 2021. Úr 32,4 milliónum í 2020 til 12,4 milliónir krónur í 2021.

Hetta merkir at trygdarevni er minkað úr 58,2 prosent í 2020 til 13,8 prosent í 2021, sum er ein sera stór minking.

Stóra orsøkin til at eginpeningurin er minkaður somikið nógv er, at felagið hevur avgjørt at rinda eigarunum 42,3 milliónir krónur út í vinningsbýti, sum kemst av serligum umstøðum, sum vit viðgerða niðanfyri. 

Langfreistaða skuldin er økt úr 0 í 2020 til 15,2 milliónir krónur í 2021.   

Stuttfreistaða skuldin er somuleiðis økt úr 22,8 milliónum í 2020 til 59,1 milliónir krónur. Serliga sæst at stuttfreista bankaskuldin er økt við 27 milliónum

Lyklatølini hjá Pf. Vest Pack kunnu síggjast her:

[object Object]

Burtursæð frá, at trygdarevni og gjaldførislutfallið eru nógv fallin í 2021, orsakað av stóra útgoldna vinningsbýtinum, so sæst, at høvuðsavkastið av rakstrinum í mun til fíggjarjavnan er betraður umframt at eginpeningsavkastið er nógv betrað við einum lægri eginpeningi. Tað er sera jaligt, og ber brá av at raksturin er sunnur og rakstrarlønsemi er vaksandi.

Broyting í partaeigarunum í Vest Pack
Orsøkin til stóru broytingina í fíggjarstøðuni hjá Pf. Vest Pack skal síggjast út frá, at nýggir eigarar eru komnir upp í felagið í 2021. Í roknskapinum stendur upplýst, at smápartafelagið Einherjar í Vestmanna nú einsamalt eigur meir enn 5 prosent av partabrøvunum, sum merkir at felagið helst eigur allan partapeningin.

Eigararnir í Spf. Einherjar, sum í dag eigur Vest Pack, eru leiðandi starvsfólk, nevndarformaður og aðrir føroyskir íleggjarar. Upprunaliga átti eitt íslendskt felag nærum 50 prosent av partabrøvunum í Vest Pack í mong ár, men hetta er nú søga, av tí at teir eru keyptir út.

Hóast Vest Pack hevur munandi meira skuld í dag og ein lægri eginpening, so má staðfestast, at felagið síðstu mongu árini hevur haft og framvegis í 2021 hevur ein stak góðan og sunnan rakstur og rakstrarúrslit.   

Stjórar í Pf. Vest Pack eru Áki Olsen og Jákup Oluf í Skálum. Nevndarformaður er Ben Arabo.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2022

5

Størv

Starvsfólk til matgerð hjá Sev

Meira Umsóknarfreist:

Starv sum húsavørður í Løgtinginum

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024

Barnsburðarfarloyvisstarv fyri samskiftisfólk á Umhvørvisstovuni

Meira Umsóknarfreist: 10. apríl 2024

KT fólk til MEST

Meira Umsóknarfreist: 12. apríl 2024

Undirvísingarstørv á Námsvísindadeildini

Meira Umsóknarfreist: 08. apríl 2024

Húsasmiður

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024

Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari til TAKS

Meira Umsóknarfreist: 10. apríl 2024

Vísindastarv í tólnet (IoT) til Náttúruvísindadeildina

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Verkfrøðingur

Meira Umsóknarfreist: 04. apríl 2024

Pakkifólk til Krás

Meira Umsóknarfreist: 31. mars 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 14. apríl 2024

Lærlingur/klinikkassistentur søkist til Tannlæknamiðstøðina

Meira Umsóknarfreist: 12. apríl 2024
6 Leygardagur 09. juli 2022

Løvubetong lakari ár enn árið fyri

Ársúrslitið hjá Løvubetong var í 2021 væl lakari enn undanfarna ár, sum var eitt metár í bruttovinningi og úrsliti. Vinningsbýtið til eigararnar var tó 3 milliónir krónur

(Mynd: Løvubetong)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Partafelagið Løvubeting, sum heldur til við Norðskála, selur og framleiðir betong umframt eisini at framleiða betongelement til føroysku byggivinnuna.

Ársroknskapurin fyri 2021 vísir, at bruttovinningurin gjørdist 16,3 milliónir krónur, samanborið við 27 milliónir í 2020. Talan er tí um eina stóra minking í bruttovinninginum á 10,8 milliónir krónur, ella heili 40 prosent.

Roknskapurin upplýsir ikki hvat orsøkin er til minkingina. Tó má metast, at tá bruttovinningurin er minkaður somikið nógv, so má hetta óiva stava frá eini minkandi sølu.

[object Object]

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar er meir enn hálverað, úr 18,9 milliónum í 2020 til 9,1 milliónir krónur í 2021. Minkingin er 52 prosent.

Ársúrslitið gjørdist eitt avlop a 5,6 milliónir krónur sammett við 13,3 milliónir krónur í 2020. Talan er um eina minking í úrslitinum á 58 prosent.

Pf. Løvubetong er framvegis sera væl fyri fíggjarliga við einum eginpeningi á 56,8 milliónir krónur. Trygdarevnið er 69,6 prosent.

Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 81,6 milliónir, harav fastar ognir 37,9 milliónir og ognir í umferð 43,7 milliónir krónur. Serliga kann leggjast til merkis, at áogn hjá atknýttum feløgum er økt úr 12 milliónum í 2020 til heilar 31,4 milliónir krónur í 2021.  

Felagið hevði økt um sína langfreiðstaðu skuld úr 0 í 2020 til 11,9 milliónir krónur í 2021. Stuttfreiðstaða skuldin er økt úr 5,8 milliónum í 2020 til 7,7 milliónir krónur í 2021. 

Gjaldførislutfallið er 566 prosent, sum vísir, at áognir eru 5,7 ferðir størri enn stuttfreistaða skuldin.  

Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útlutað 3 milliónir krónur í vinningsbýti til eigararnar, sum er sama upphædd sum í 2020. 

Stjóri í Løvubetong P/F er Regin Jóannes Johannessen, og nevndarformaður er Torvaldur Gissurarson. Sambært heimasíðuni hjá Løvubetong starvast 14 fólk í fyritøkuni.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Spf

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2022

7 Leygardagur 09. juli 2022

Líka gott sum besta árið nakrantíð

Ársúrslitið hjá RTS Contractors er javnt líka gott, sum besta úrslit nakrantíð hjá felagnum, sum var í 2015

(Mynd: RTS Contractors)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

RTS Contractors er fyritøka, heimhoyrandi í Runavík, sum gera øll arbeiðir innan fyri jørð og kloakk umframt byggibúning og lendisarbeiði. Eitt nú hevur RTS tikið sær av at gera havnaløg, grótkast, fótbóltsvallir, útstykkingar, grundstykkir osv. Harumframt tekur RTS sær eisini av maskinflutningi.

[object Object]

[object Object]

Roknskapurin hjá RTS Contractors fyri 2021 vísir, at bruttovinningurin er øktur úr 12,7 milliónum krónum til 20,3 milliónir krónur í 2021. Vøksturin er 60 prosent.

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt Ebidta, var 4,5 milliónir í 2021, móti 2,3 milliónum krónum í 2020.

Árið 2021 gav eitt avlop eftir skatt á 3 milliónir krónur, sammett við 1,4 milliónir í 2020. Vøksturin er 1,6 milliónir ella 116 prosent í mun til 2020.

Samlaði fíggjarjavnin hjá RTS Contractors var 32,6 milliónir krónur í 2021 samanborið við 22,2 millinir í 2020.

Serliga sæst at støðisognir og herundir materiellar støðisognir eru øktar úr 11,9 milliónum í 2020 til 17,6 milliónir krónur í 2021. Ognir í umferð eru somuleiðis øktar, úr 10,3 milliónum í 2020 til 15 milliónir krónur í 2021.

Eginognin RTS Contractors var við ársenda 2021 í alt 4,6 milliónir krónur. Trygdarevnið hjá felagnum var 14 prosent.

Felagið hevði við árslok 2021 eina langfreistaða skuld á 5,7 milliónir sammett við 4,5 milliónir krónur í 2020.

Stuttfreistaða skuldin er økt úr 12,8 milliónum krónum í 2020 til 26,5 milliónir krónur í 2021. 

Gjaldførið hjá RTS Contractors var rímiliga lágt, tá hugt verður eftir lyklatalinum gjaldførislutfall, sum fall úr 125 prosent í 2020 til 72 prosent í 2021. Tó skal viðmerkjast at tøki peningurin hjá felagnum við ársenda 2021 var 4 milliónir krónur

Høvuðspartaeigari av Pf. RTS Contractors er fyritøkan Pf. MT Højgaard Føroyar. 

Stjóri í Pf. RTS Contractors er Andrias Rasmus Frederik Lamhauge og nevndarformaður er Peter Søborg Kofoed.  

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2022

8 Leygardagur 09. juli 2022

Hagstovan: Arbeiðsloysið 0,9 prosent í apríl

Hetta svarar til 265 fulltíðararbeiðsleys og er nakað lægri enn í apríl í fjør

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Arbeiðsloysið í apríl var 0,9 prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsloysið á 0,9 prosent svarar til 265 fulltíðararbeiðsleys, men tilsamans vóru 328 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Arbeiðsloysið í apríl í ár er lægri enn í apríl í fjør, tá tað var 1,5 prosent.

Hagstovan skrivar, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini. Tó vaks tað nakað í 2020, tá koronafarsóttin rakti, men síðani er tað minkað aftur.

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent hjá monnum og 0,8 prosent hjá kvinnum. Hetta var ávikavíst 1,6 prosent og 1,4 prosent í apríl í fjør.

Tá hugt verður at arbeiðsloysinum kring landið sæst, at arbeiðsloysið var lægst í Norðoyggjum og Eysturoynni – 0,5 prosent. Arbeiðsloysið var hægst í Suðuroy, har tað var 2,1 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2022

9 Leygardagur 09. juli 2022

Landsbankin: Hækka innlánsrenturnar, hækka útlánsrenturnar vanliga við

Evropeiski miðbankin hevur boðað frá rentuhækkingum í juli og september mánað í 2022, sum væntandi fær danska Nationalbankan og síðani føroysku bankarnar, at hækka rentuna við. Tað merkir, at rentuútreiðslurnar hjá føroyskum húsarhaldum, sum hava lán við broytiligari rentu, fara at hækka

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Renturnar, sum føroysku bankarnir bjóða kundunum, plaga at fylgja rentuni hjá Nationalbankanum, meðan rentan hjá Nationalbankanum fylgir tí hjá Evropeiska miðbankanum.

Hetta verður gjørt fyri at halda donsku krónuna støðuga í mun til evruna. Nú, ið stjórin í evropeiska miðbankanum hevur boðað frá rentuhækkingum í juli og september mánað í 2022, fer danski Nationalbankin, og síðani føroysku bankarnir, væntandi at hækka rentuna við. Tískil er sannlíkt, at rentan fyri innlán í føroysku bankunum aftur verður positiv.

Hækka innlánsrenturnar, hækka útlánsrenturnar vanliga við. Tað merkir, at rentuútreiðslurnar hjá føroyskum húsarhaldum, ið hava lán við broytiligari rentu, fara at hækka.

Donsk realkredittlán við fastari rentu eru í størri mun vorðin eftirspurd seinastu 3-4 árini, men meirilutin av sethúsalánunum hjá føroysku húsarhaldunum eru framvegis frá føroysku peningastovnunum, og hesi eru við broytiligari rentu. Um 85% av sethúsaskuldini hjá føroysku húskjunum hava eina broytiliga rentu.

Rentan, sum verður goldin av sethúsaskuld í føroysku bankunum er í miðal 3%, meðan føroysk húsarhald, sum hava donsk realkredittlán, í miðal gjalda 2,2% í rentu íroknað bidrøg fyri sína sethúsaskuld hjá donsku realkredittstovnunum (apríl 2022).

Hækkar rentustøðið, hevur tað við sær øktar rentuútreiðslur til bæði sethúsalán, billán og aðra skuld í bankanum. Hækkar rentan við 1 prosentstigi, skulu umleið 800 kr. meira um mánaðin gjaldast fyri hvørja lænta millión krónur í rentuútreiðslum. Ymiskt er, hvussu føroysku húsarhaldini eru fyri fíggjarliga, og tí kann ein rentuhækking raka ymiskt, men er skuldin stór, kann ein rentuhækking ávirka tøkupeningin munandi.

Seinastu tíðina eru prísirnir á orku, tilfari og fleiri ráevnum dýrkaðir, og hettar minkar somuleiðis um tøka peningin hjá føroysku húsarhaldunum. Talið á húskjum við stórari skuld er tó ikki so mikið stórt, at tað er mett at gerast ein váði fyri føroysku peningastovnarnar.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2022

10 Leygardagur 09. juli 2022

Rentu- og príshækkingar kunnu tálma prísvøkstrinum á sethúsamarknaðinum

Prísvøkstur saman við rentuhækkingum minkar um tøkupeningin hjá føroysku húsahaldunum, og tað kann elva til, at húsarhaldini ikki longur kunnu bjóða eins høgar prísir við keyp av býli, sum frammanundan. Tað kann koma at tálma prísvøkstrinum á sethúsamarknaðinum, sigur Landsbankin

Eftirspurningurin eftir sethúsum er tó framvegis nógv størri enn útboðið, serliga í miðstaðarøkinum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í næstum fer rentustøðið at hækka, og tað hevur øktar rentuútreiðslur til bæði sethúsalán, billán og aðra skuld í bankanum við sær. Hækkar rentan við 1 prosentstigi, skulu umleið 800 krónur meira um mánaðin gjaldast fyri hvørja lænta million krónur í rentuútreiðslum.

Eisini eru prísirnir á orku, tilfari og fleiri ráevnum dýrkaðir, og tað minkar somuleiðis um tøka peningin hjá føroysku húsarhaldunum. Komandi rentuhækkingarnar kunnu tískil saman við prísvøkstrinum elva til, at húsarhaldini ikki longur kunnu bjóða eins høgir prísir við keyp av sethúsi, sum frammanundan, og tað kann koma til at tálma prísvøksturin á sethúsamarknaðinum.

Hinvegin er eftirspurningurin eftir sethúsum framvegis nógv størri enn útboðið, serliga í miðstaðarøkinum, sum fyrst og fremst kemur av stóru tilflytingini til Føroya seinastu árini.

Samanumtikið verður mett, at prísvøksturin, sum vit higartil hava sæð á sethúsamarknaðinum seinastu áleið átta árini, fer at hæsa av, men tað merkir ikki neyðturviliga, at sethúsaprísirnir beinleiðis fara at lækka í stóran mun.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2022

11 Leygardagur 09. juli 2022

Tvey donsk ungfólk og ein russiskur ríkisborgari lótu lív í Field's

Fýra onnur vórðu rakt av skotum – tveir danskir og tveir svenskir ríkisborgarar – og støðan hjá teimum øllum er hættislig, upplýsti løgreglan á tíðindafundi í morgun

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Har er einki, sum bendir á, at talan var um yvirgang, tá ein maður sunnudagin skeyt frá hond í sølumiðstøðini Field's á Amager.

Tað upplýsti løgreglan á tíðindafundi mánamorgunin.

[object Object]

Sunnukvøldið varð upplýst, at trý fólk vóru deyð av skotum, og løgreglan upplýsir nú, at talan er um ein 47 ára gamlan mann við russiskum ríkisborgaraskapi, og tveir 17 ára gamlar danir – ein genta, og ein drongur.

Fýra aðrir persónar vórðu raktir av skotum, og var støðan hjá teimum øllum hættislig. Talan er um tveir danskar ríkisborgarar – eina 40 ára gamla kvinnu, og eina 19 ára gamla kvinnu – og tveir svenskar ríkisborgarar – ein 50 ára gamlan mann og eina 16 ára gamla gentu.

Eisini vórðu onnur, sum fingu smærri skaðar, tá tey royndu at sleppa sær úr sølumiðstøðini. Talan er tó ikki um fólk, sum vórðu rakt av skotum.

Skotið varð á tveimum støðum inni í Field's, og løgreglan metir, at talan var um tilvildarlig offur.

Løgreglan handtók beint eftir tilburðin ein 22 ára gamlan danskan mann, sum nú er skuldsettur fyri manndráp og varðhaldsfongslaður.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2022

12 Leygardagur 09. juli 2022

Tilboð um kreppuhjálp í sambandi við skottilburðin í Field's

Tey, sum hava verið í samband við hendingina í Field’s, og ikki hava ferðatrygging ella á annan hátt ikki eru fevnd av tryggingini hjá tryggingarfeløgunum, kunnu venda sær til Tilbúgvingarstovuna, ið kann veita teimum eitt tilboð um sálaliga fyrstuhjálp, sigur Heilsumálaráðið

– Skjót sálarlig hjálp hevur stóran týdning í kreppustøðum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Innsent

Sum kunnugt vóru fleiri føroyingar í handilsmiðstøðini Field’s, tá ógvusligur skottilburður var sunnudagin, hin 3. juli 2022.

Eftir tilburðin er spurningur reistur um, hvussu fólk, ið hava verið á staðnum og møguliga eisini avvarðandi, kunnu fáa kreppuhjálp eftir tilburðin.

Í hesum sambandi skal kunnast um, at vanligar ferðatryggingar fevna um kreppuhjálp. Bæði Betri Trygging og Trygd veita kreppuhjálp til tey, sum hava verið í sambandi við hendingina í Field’s og avvarðandi teirra. Tryggingarfeløgini hava alment kunnað um hetta.

Tey, sum hava verið í samband við hendingina í Field’s, og ikki hava ferðatrygging ella á annan hátt ikki eru fevnd av tryggingini hjá tryggingarfeløgunum, kunnu venda sær til Tilbúgvingarstovuna, ið kann veita teimum eitt tilboð um sálaliga fyrstuhjálp. Heilsumálaráðið hevur eina avtalu um tilbúgving við Tilbúgvingarstovuna, sum eisini fevnir um sálarliga fyrstuhjálp.

Betri Trygging tlf. 348 600

Trygd tlf. 358 100

Tilbúgvingarstovan tlf. 235 800

Tíðindaskriv frá Heilsumálaráðnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2022

13 Leygardagur 09. juli 2022

Team Rynkeby segði farvæl á Perlutorginum

Rynkurnar fóru við Norrønu til Danmarkar fríggjanáttina. Í dag byrjar túrurin til Paris av álvara

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hóskvøldið varð Team Rynkeby sent avstað undir stórum fagnaði á Perlutorginum í Havn, har hópur av fólki var komin saman at ynskja súkklarunum góða ferð til Paris og Tórshavnar kommuna bjóðaði ein bita.

Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, helt røðu, har hann millum annað nevndi, at vit eftirhondini eru von við at síggja hesi gulu snarljósini eftir vegunum, og tað gongur ikki dagur, at ikki okkurt felag, sum varar av hjarta- og krabbasjúkum ella øðrum sjúkum, ikki rósir teimum til skýggja.

Ólavur Frederiksen tók myndirnar:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2022

14 Leygardagur 09. juli 2022

Fara í holt við fjøruvegin eftir summarfrítíðina

Articon átti lægsta tilboðið at gera innara partin av fjøruvegnum í Runavík

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon (Mynd: Runavíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir summarfrítíðina verður farið í holt við at gera innara partin av fjøruvegnum í Runavík.

Umborð á meiri enn 100 ára gamla motorbátinum ”Grinkil” fingu Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, saman við starvsfólki, seinastu snøklarnar í lag, meðan stimað var framvið teininum á landi, har ið innari parturin av nógv umrødda fjøruvegnum skal leggjast. Í húsunum hjá Bátafelagnum, Niðri við Støð á Glyvrum, varð avtalan seinri undirritað um at fremja verkið.

Samlaði kostnaðurin fyri fjøruvegin er mettur til 100 milliónir krónur, og avtala er gjørd millum Løgtingið og Runavíkar kommunu at ávikavist 55 og 45 milliónir til verkætlanina.

19. mai var arbeiði at gera innara part av fjøruvegnum boðið út, og Articon hevði lægsta boð upp á slakar 30 milliónir krónur.

Í verkætlanini eru áleið 1.270 metrar av vegi við gongu- og súkklubreytum, jørðarbeiði – leiðingsarbeiði, ravmagnsarbeiði, gartnaraarbeiði og gongubrúgv um vegin. Net og Sev vera partar av ætlanini. Kostnaðurin verður býttur samsvarandi avtaluni við løgtingið, og harvið er parturin hjá kommununi góðar 13 milliónir krónur. 

Fíggjarnevndin tók hin 27. juni undir við, at avtala varð gjørd við Articon, og á býráðsfundinum 30. juni tók býráðið einmælt undir við at skriva undir sáttmála við Articon um at fremja verkætlanina um innara partin av fjøruvegnum. 

Farið verður nú undir at neyvætla sunnara partin av fjøruvegnum, sum verður boðin út, tá fyrireikingarnar eru komnar á mál.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2022

15 Leygardagur 09. juli 2022

Svimjihøllin í Klaksvík nýggjan hitavekslara frá lokalum íverksetara

Heri Schwartz Jacobsen úr lokalu fyritøkuni, Defined Energy, hevur ment hitavekslaran síðan 2008, sum eitt íkast til grønu umleggingina

Heri Schwartz Jacobsen, uppfinnari, og Torkil Mørkøre, leiðari fyri Svimjihøllina (Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á býráðsfundi seinasta hósdag samtykti Klaskvíkar býráð at gera eina íløgu í ein hitavekslara til svimjihøllina.

Veitarin av hitavekslaranum er lokala fyritøkan, Defined Energy. Samskift hevur verið millum Klaksvíkar kommunu og fyritøkuna eina tíð, og nú oljuprísurin er methøgur, er rætta løtan at gera hesa íløguna.

Høvuðsmaðurin handan Defined Energy er Heri Schwartz Jacobsen. Heri hevur arbeitt við hugskotinum og ment hitavekslaran síðan 2008, sum eitt íkast til grønu umleggingina.

Hitavekslarin virkar á tann hátt, at hann endurnýtir hitan frá frárensluvatninum, og sparir á tann hátt orku, sum annars hevði skolað út við brúsuvatninum. Tað serstaka við hesum vekslaranum er, at hann nýtir tyngdi- og centrufugalmegina fyri at koyra, og av tí sama er nærum ongin streymnýtsla, og í flestu førum heldur ongin tørvur á pumpum ella filtrum.

Vekslarin verður framleiddur av veitarum í Svøríki, Danmark og í Týsklandi. Fyritøkan Defined Energy heldur til í gamla roykivirkinum, og hevur skrivstovu í Norðragøtu.

Hitaveksalarin er mettur at kosta 632.700 krónur. Við verandi nýtslu verður mett, at íløgan er vunnin inn aftur eftir seks til átta ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2022

16 Leygardagur 09. juli 2022

Sáttmáli undirskrivaður um bygging av nýggju Havnará

Byggingin fer fram í trimum stigum – fyrsta stigið fer í gongd eftir ólavsøku, og verður liðugt til jóla

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sáttmáli varð í vikuni undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og J&K Petersen um verkætlanina at gera opnu ánna, sum kemur at renna gjøgnum býarrúmið við Vaglið.

Tað eru arkitektarnir Zeta Architects, sum hava tilevnað uppskotið, sum lýsir arkitektoniska konseptið, har arbeitt verður við trimum hugtøkum; botnur, áarbakki og vatn.

Uppskotið, sum fevnir um eina nýggja og nútímans á, vísir á eina loysn í trimum stigum, har áin rennur ígjøgnum ymisk býarrúm og lagar seg til umstøðurnar við at broyta dám og eginleikar.

Til tíðir er áin lyft upp úr gøtuni, aðrastaðni flýtur hon saman við gøtuni og aftur aðrastaðni grevur hon seg niður í gøtuna.

Umsitingin gjørdi útbjóðingartilfar til verkætlanina sambært skipanaruppskoti og projekttilfari, og tríggir arbeiðstakarar vórðu bodnir at lata undirhondstilboð uppá verkætlanina. J & K Petersen átti lægsta tilboðið.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í býarskipanarnevndini, upplýsa, at byggingin fer fram í trimum stigum – fyrsta stigið fer í gongd eftir ólavsøku og verður liðugt til jóla.

Restin av arbeiðnum verður gjørt komandi ár í tveimum stigum, soleiðis at tað ikki órógvar høgtíðir og t.d. ólavsøku. Øll verkætlanin verður gjørd úr føroyskum gróti, sum verður skorið á Grótvirkinum í Skopun.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2022

17 Leygardagur 09. juli 2022

Veðurstovan sett trý starvsfólk afturat

Talan er um ein royndan veðurfrøðing, ein veðurvakt og mennara, og ein KT-mennara

Veðurstova Føroya (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eftir summarfrítíðina byrja trý starvsfólk afturat á Veðurstovuni.

Talan er um ein royndan veðurfrøðing, ein veðurvakt og mennara, og ein KT-mennara, skrivar Vørn í tíðindaskrivi.

– Á Veðurstovuni, sum er deild undir Vørn, eru settir tveir veðurfrøðingar og ein deildarleiðari, umframt tímaløntir ráðgevarar og hjálparfólk. Veðurstovan miðar móti at yvirtaka og menna allar veðurtænastur fyri Føroyar. Men í fyrstu syftu verður miðað móti yvirtiknu økjunum, t.v.s. veðrið á landi og sjógvi, umframt mátingar, skrivar Vørn.

– Ilt er at meta, nær hetta arbeiðið er komið undir land, men við nýggju starvsfólkunum kemur nú veruliga gongd á hetta arbeiðið, verður lagt afturat.

Um nýggju starvsfólkini á Veðurstovuni, greiðir Vørn soleiðis frá:

Rúnar Alix Rasmussen er settur í hálvtíðarstarv sum “royndur veðurfrøðingur”. Alix hevur hollar royndir, sum veðurfrøðingur og granskari hjá DMI gjøgnum mong ár. Alix fer umframt vanliga arbeiðið á Veðurstovuni, at menna og skjalfesta mannagongdir, góðskutryggja veitanir og hava ábyrgd av upplæring av veðurfrøðingum.

Hanus Kjølbro er settur í starvið sum “veðurvakt og mennari”. Hanus er kendur sum veðurmiðlari, høvundur av føroyskum tilfari í veðurfrálæru, umframt sum sjómanskúlalærari á Sjónámi gjøgnum nógv ár. Hanus fer umframt veðurtænastu at menna samstarvið við KVF, standa fyri veðurfrálæru og fyri innsavnan og skjalfestan av lokalum veðri kring alt landið.

Djóni Strømsten er settur í starvið sum “KT-mennari”. Djóni er útbúgvin KT-verkfrøðingur frá Setrinum og hevur hollar royndir frá KT-vinnuni í Føroyum og í Danmark. Djóni fer undir menning og víðarimenning av nógvu ymisku talgildu tænastunum, sum Veðurstovan rekur ella miðar móti at seta í verk skjótast til ber.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2022

18 Leygardagur 09. juli 2022

Herjólfur fer at sigla 28 túrar um vikuna

Herjólfur III, sum fer at avloysa Smyril á suðuroyarleiðini seinni í ár, fer í minsta lagið at sigla fýra túrar um dagin, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í svari til fyrispurning – Uni Rasmussen ásannar, at umstøðurnar verða nógv skerdar hesa tíðina

Herjólfur III fer at avloysa siglingina á suðuroyarleiðini, tá Smyril fer í dokk (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Íslendska ferjan, Herjólfur III fer at taka sær av siglingini á Suðuroyarleiðini, tá Smyril fer í dokk seinni í ár, og tá verður í minsta lagi siglt 28 túrar um vikuna – ella fýra túrar um dagin.

Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður við samferðslumálum í svari til fyrispurning hjá Bjarna Hammer, tingmanni fyri Javnaðarflokkin, sum m.a. hevur spurt inn til ferðaætlanina hjá avloysaraskipinum.

– Eftir føstu ferðaætlanini siglir Smyril 36 ferðir um Suðuroyarfjørð um vikuna, tað vil siga 18 ferðir aftur og fram um vikuna. Tá avloysaraskip eru fyri Smyril, verður vanliga siglt færri túrar, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at Strandferðslan arbeiðir við at leggja ferðaætlanina, og verður hon løgd eftir, at tað tekur avloysaraskipinum tveir tímar og 45 minuttir at sigla.

Strandferðslan kannar í løtuni, um tað ber til at Herjólfur kann sigla fleiri túrar um vikuna enn teir 28, og hvussu tað skal skipast.

– Hetta fyri, at møguleiki eisini skal verða at flyta farm í tíðarskeiðnum. Fleiri viðurskifti skulu fáast uppá pláss, til dømis um manningar, tilbúgving, vaktarhald og játtan. Sáttmálar og ásetingar skulu haldast. Hetta kann økja túratalið um Suðuroyarfjørð til millum 34-42, og siglir Herjólfur 42 túrar um vikuna, so siglir hann alla tíðina og har ein part av tíðini er sett av til farmaflutning, sigur Uni Rasmussen.

Mugu skipa seg eftir umstøðunum

Bjarni Hammer vildi eisini hava at vita, hvat skuldi til, fyri at túrar vórðu avlýstir, og hvussu ítrótturin, pendlarar og arbeiðspláss skulu skipa seg hesa tíðina, meðan Herjólfur siglir fyri Smyril.

Til hetta svarar Uni Rasmussen, at tær avlýsingar, sum eru á Suðuroyarleiðini, eru meginpartin á hávetri. Eisini leggur landsstýrismaðurin afturat, at avloysaraskipið kann sigla í somu veðurlíkindum sum Smyril.

Uni Rasmussen sigur, at ítrótturin, pendlarar og arbeiðspláss mugu skipa seg eftir umstøðunum, sum verða nógv skerdar, meðan Smyril er í dokk, men í flestu førum koma ferðafólk ikki at standa eftir á keiini.

– Smyril tekur 200 bilar, ella 30 trailarar og sleip, meðan Herjólfur tekur 67 bilar, ella 18 trailarar og sleip. Verður hugt eftir ferðafólkahagtølum frá undanfarnu árum, so verður tað í allar flestu førum soleiðis, at øll ferðafólk sleppa við Herjólfi, og at eingin fer at standa eftir á keiini.

– Herjólfur fer at hava eina bókingarskipan, sum merkir, at neyðugt er at bóka ávísan túr fyri at tryggja sær at fáa bilin við, tá ið Herjólfur skal avloysa Smyril.

– Strandferðslan arbeiðir í løtuni við at kanna, hvussu farmaflutningur við Herjólfi av vørum innan fiskaframleiðslu og ídnaðarframleiðslu kann vera skipaður, meðan Smyril er í dokk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2022

19 Leygardagur 09. juli 2022

Stýrið fyri Íleggingargrunnin afturvalt

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur afturvalt stýrið frá 1. juli og fýra ár fram

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Uni Rasmussen, hevur afturvalt Palla Ziskason, formann, Anfinn Kallsberg, Guðrið Højgaard, Oyvind Brimnes, og Brynhild Høgnadóttir í stýrið fyri Íleggingargrunnin frá 1. juli og fýra ár fram.

Íleggingargrunnurin fyri Føroyar er settur á stovn við Fólkatingslóg í 1964, sum seinast er broytt í 2013. Grunnurin verður ofta nevndur 60-milliónagrunnurin, tí upprunastovnsfæið var 60 milliónir krónur.

Endamálið hjá grunninum er at veita figging til íløgur, serliga í sambandi við undirstøðukervið og líknandi, ið vera mettar neyðugar ella ynskiligar til menning av føroyskum vinnulívi, og har onnur figging ikki kann útvegast á nøktandi hátt.

Grunnurin kann í ávísan mun eisini veita fígging til privatar vinnufyritøkur og felagsskapir við almannagagnligum endamáli. Harumframt kann grunnurin veita lán til stovnar ella aðrar grunnar, sum veita lán ella annan stuðul til privatar, almennar ella hálvalmennar vinnufyritøkur og fíggjarstovnar.

Grunnurin hevði eitt avlop á 17,3 milliónir krónur í 2021, og ognirnar eru tilsamans 689 milliónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2022

20 Leygardagur 09. juli 2022

National Geographic Explorer á Miðvági

Ferðamannaskipið stevndi mikumorgunin inn á Miðvág við 115 ferðafólkum, sum síðani fóru ymiskar útferðir í Vágum

Jóanis Albert Nielsen, formaður í vinnu- og havnanevndini og Bjarni Prior, borgarstjóri (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mikumorgunin klokkan sjey stevndi ferðamannaskipið National Geographic Explorer inn á Miðvág.

Umborð vóru 115 ferðafólk, og fóru tey ymiskar útferðir runt um í Vágum, millum annað við báti út til Drangarnar og gongutúr út í Trælanípu. Tað var MB Tours, sum, í góðum samstarvi við Giljanes bussar og aðrar lokalar veitarar í Vágum, skipaði fyri útferðunum, skrivar Vága kommuna í tíðindaskrivi.

National Geographic Explorer er eitt fyrstafloks rannsóknarskip, við pláss fyri 148 ferðafólkum í 81 kahúttum, umframt manning.

Vága kommuna skrivar, at hon saman við menningarstovuni Visit Vágar, er farin í gongd við arbeiðið at menna vinnuferðavinnu, og hugt verður somuleiðis eftir møguleikanum at gera okkum galdandi fyri smærri ferðamannaskip av hesum slagnum.

– Hesi skip hava ikki nógv ferðafólk, men tey hava sum oftast tað til felags, at tey hava sama áhuga fyri t.d. søgu, landafrøði ella okkurt heilt triðja, og ynskja útferðir sniðgivnar við teirra áhuga fyri eyga. Og her hava vit nógv ymiskt at bjóða, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, sum saman við Jóanis Albert Nielsen, formanni í Vinnu- og havnanevndini, tóku ímóti National Geographic Explorer tíðliga mikumorgunin.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2022

21 Leygardagur 09. juli 2022

Heilsufrøðiliga starvsstovan: Framvegis fuglakrím hjá villfugli í Føroyum

Eftir at hava kannað fleiri fuglar í mai og juni, er sjúkan staðfest hjá skúgvum, svartbakum og súlum, sum vórðu funnar ymsastaðni í landinum

(Mynd: hfs.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í desember 2021 varð fuglakrím fyri fyrstu ferð staðfest í Føroyum.

Tá boðaði Heilsufrøðiliga starvsstovan frá, at tveir skúgvar høvdu fingið staðfest sjúkuna, og varð heitt á fólk um at boða frá, um tey sóu deyðan fugl.

Í januar varð sjúkan síðani staðfest hjá einum fugli afturat. Hesaferð varð talan um ein svartbak, og eftir at hava kannað fleiri fuglar í mai og juni, er sjúkan staðfest hjá fleiri fuglum afturat ymsastaðni í landinum.

Flestu kanningarnar vóru av skúgvi. Harafturat vóru eisini kanningar av súlu, svartbaki, ternu, havhesti, ritu og dúgvu. Av hesum vóru funnin positiv fyri fuglakrím, HPAI H5N1 í níggju skúgvum, tveimum svartbakum og tveimum súlum. Fuglarnir vóru í Skúvoy, Suðuroy, Vágum, Streymoy og Eysturoy.

At fuglakrím varð staðfest í skúgvi og nú eisini í súlu var ikki óvæntað, eftirsum tey seinasta heyst staðfestu fuglakrím hjá skúgvi í Hetlandi, og seinni eisini hjá súlu í Skotlandi. Svartbakur verður lættliga smittaður av fugli, sum hann tekur, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum framvegis mælir til, at fólk so vítt gjørligt byrgja fyri, at heimafuglur kemur í samband við villfugl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2022

22 Leygardagur 09. juli 2022

254 leitaðu sær viðgerð hjá Blákrossheiminum

Hetta er eitt hægri tal enn í 2020 tá korona gjørdi sítt til, at ikki líka nógv leitaðu sær viðgerð. Hjá teimum ungu er tað serliga hassj, sum er mest útbreitt

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tilsamans leitaðu 254 fólk sær viðgerð hjá Blákrossheiminum í 2021. Í 2020 var talið 172. Hetta lutfalsliga lága tal var ávirkað av koronastøðuni. Samstundis er vaksið munandi um ambulant viðgerðartilboð. Talið í 2019 var 222.

Tað vísir ársfrágreiðingin hjá Blákrossheiminum fyri 2021.

Aftur í ár var greiður munur á, hvørjum evnum ung og vaksin ávíkavist rúsaðu seg við. Millum tey vaksnum var tað greitt alkohol, sum var mest útbreitt. Fleiri enn 80 prosent av teimum, sum komu í rúsviðgerð á Blákrossheiminum í 2021, leitaðu sær hjálp fyri alkohol burturav. Bara 24 prosent av teimum ungu drukku einans alkohol. 70 prosent høvdu eina nýtslu, sum sambært hagtølunum snúði seg um alkohol, tablettir, hassj og narko. Royndir vísa, at hassj er tað evnið millum hesi, sum var mest útbreitt.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Rúsevni
Infogram

Býtið millum kynini vísir, at størsti parturin av teimum, ið leita sær hjálp í inniviðgerðini á Blákrossheiminum, eru menn. Hyggja vit at tølunum fyri øll tey, ið hava verið í samband við stovnin, bæði í inni- og útiviðgerð, síggja vit, at í 2021 vóru 65 prosent menn og 35 prosent kvinnur. samanborið við ávíkavist 73 prosent og 27 prosent í 2020. Hetta eru tøl fyri bæði ung og vaksin.

Hetta vísir, at lutfalsliga fleiri kvinnur hava verið í viðgerð, serliga í familjubólkinum, og tað, at kvinnubólkur byrjaði í 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2022

23 Leygardagur 09. juli 2022

Latið 100.000 krónur til reiggju til rørslutarnað

Betri Stuðulsgrunnurin hevur latið 100.000 krónur til eina reiggju á Svangaskarði til rørslutarnað

Mynd: Reyði Pantarin
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Reyða Pantaran hoyra vit vanliga um, tá vit tosa um B68-fjepparar, men felagsskapurin hevur eisini annað virksemi.

Felagsskapurin hevur áhaldandi roynt at skipa fyri tiltøkum, sum hava breiða almenna luttøku, alt fyri at savna pening inn og at skapa fyritreytir fyri betri umstøðum á ítróttarøkinum á Svangaskarði á Toftum. 

Dagliga koma nógv fólk á Svangaskarð til fótbóltsvenjingar og dystir, men eisini onnur íðkandi og familjur teirra vitja á Svangskarði. 

Tað var við hesum í huga, at Reyði Pantarin søkti Betri Stuðulsgrunnin um pening til eina reiggju til rørslutarnað. 

- Betri hevur latið 100.000 krónur til endamálið, sum fólkini handan felagsskapin takka Betri Stuðulsgrunninum hjartaliga fyri, sigur Reyði Pantarin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2022

24 Leygardagur 09. juli 2022

25 ár við dagstovni í Kvívík

Fríggjadagin 1. juli varð hátíðarhildið, at tað vóru 25 ár síðani, at Kvívíkar kommuna lat upp dagstovn á fyrsta sinni

(Mynd: Kvívíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyrsti dagstovnurnin var í lærarahúsunum á Víkarvegnum. Har helt stovnurin til heilt fram til juli í 2010. Í 2008 gjørdi bygdaráðið av at fara undir at byggja nýggjan dagstovn, tí gamli stovnurin nøktaði ikki tørvin. Í juli í 2010 lat Áarlon upp. Ein snotiligur bygningur, sum bæði børn, foreldur og starvsfólk gleddust um.

Tvey av starvfólkunum eru enn í dag í starvi á stovninum. Tað eru systrarnar Lydia og Solveig. Tær hava verið í starvi hjá Kvívíkar kommunu øll hesi árini og væl meir enn tað. Fyrst sum dagrøktarmammur og síðan á dagstovninum. Á samkomu í Áarlon fríggjadagin vórðu tær báðar heiðraðar fyri trúgva tænastu.

Borgarstjórin helt røðu fyri teimum og segði millum annað:

– Tit eru systrar og líkar í nógvar mátar og um tykkum kann sigast, at tit eru trúfastar, álítandi og samvitskufullar. Ongantíð bangnar fyri at “taka fatt” – tykkara partur liggur ikki eftir. Gull verdar... ikki minst, tá yngri, óroynd starvsfólk byrja í Áarlon.

– Við tykkara nógvu og drúgvu praktisku royndum, sum tit hava givið víðari til nýggju starvsfólkini. Ikki bara tosað – men virkað. Ganga ikki runt og brúka stór og fín orð, men vísa sínar dygdir í verki.

– Kvívíkar kommuna virðismetir tykkara íkast, tykkara trúfesti, tykkara ídni og tykkara samvitskufulla arbeiði sera høgt.

Eisini hildu starvsfelagar og dagstovnaleiðarin røðu fyri teimum.

Tíðindaskriv frá Kvívíkar kommunu


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2022

25 Leygardagur 09. juli 2022

Fleiri starvsdagar í Hvalbiar kommunu

Týsmorgunin var hátíðarhald á kommunuskrivstovuni, har borgarstjórin takkaði fyri trúgva tænastu og handaði gávur

(Mynd: Hvalbiar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Týsmorgunin var hátíðarhald fyri starvsfólkum í Hvalbiar kommunu.

Fleiri starvsdagar vórðu hátíðarhildnir, umframt at Snorri Nónfjall, fyrrverandi kommunumaður, fekk fráfaringargávu, nú hann var givin vegna aldur.

Tveir 25 ára starvsdagar, ein 20 ára starvsdagur, og ein 15 ára starvsdagur varð hildin.

Niclas Sigurheim, kommunumaður hevði 25 ára starvsdag, og tað sama hevði Hallur Jensen, sum tekur sær av at halda fríøkini í Hvalba.

Jonhard Thomsen, kommunumaður hevði 20 ára starvsdag, og Claus Olsen, húsavørður í Hvalbiar skúla, hevði 15 ára starvsdag.

Dagurin byrjaði við at at borgarstjórin bjóðaði vælkomin har hann takkaði fyri trúgva tænastu og handaði síðani gávur. Hereftir bleiv bjóðað til morgunmat á kommunuskrivstovuni, skrivar Hvalbiar kommuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2022

26
Leygardagur 09. juli 2022

Setrið tænir øllum samfelagnum

Kanningar vísa, at gravgangurin eftir útbúnum fólki frá Fróðskaparsetri Føroya er stórur, og hesi útbúnu fólkini eru til stórt gagn hjá bæði tí almenna og privata geiranum í Føroyum

Prógvhandan 2022 (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Chik Collins, rektari

Á einum og hvørjum universiteti er prógvhandanin altíð ein serlig løta. Men hátíðardámurin til prógvhandanina hjá Fróðskaparsetri Føroya fríggjadagin 24. juni kendist sterkari enn vanligt, og ikki bert tí, at hetta var fyrsta felags prógvhandanin fyri alt Setrið í mínari tíð sum rektari - vegna koronu.

Sjálvandi vóru tey lesandi ómetaliga vøkur í sínum føroyskum klæðum, og vakra Norðurlandahúsið var á tremur við fegnum skyldfólki og vinum, sum øll vóru so errin, nú prógv skuldi fáast fyri gott avrik. Dagurin var eyka sermerktur, tí met varð sett hendan dagin: Ongantíð áður hava so mong staðið prógv frá Setrinum sum hetta seinasta lestrarárið.

Men tað týdningarmesta við hesum er helst, at Føroyar hava so ovurhondsstóran tørv á hesum útbúnu fólkunum, skal samfelagið og búskapurin virka væl. Gravgangurin eftir teimum á arbeiðsmarknaðinum er eisini stórur.

Tey seinastu árini hava vit gjørt kanningar av, hvat okkara lesandi gera, tá eitt ár er liðið síðani prógvhandanina. Tær vísa, at næstan øll somul – og her meini eg umleið 99 prosent – annaðhvørt arbeiða ella lesa víðari her á Setrinum ella aðrastaðni. Nógv tann størsti parturin av teimum, sum arbeiða, hava størv, sum krevja, at tey hava universitetsútbúgving.

Í øllum okkara virki sum setur, siga vit, at vit eru her fyri at tæna búskaparligu og sosialu tørvunum í Føroyum, og tað gera vit av sonnum eisini. Men vit vilja fegin bæði gera meira av tí og verða dugnaligari til tað, og tað krevur, at okkara Fróðskaparsetur ikki bara heldur fram á tí vakstrar- og menningarleið, sum vit hava verið á seinastu árini, men í roynd og veru, at størri ferð kemur á vøksturin og menningina.

Vit hava nýliga tikið nøkur týdningarmikil menningarfet. Í ár fingu vit váttan frá danska Løgmálaráðnum um, at tey, sum fáa prógv frá okkum í løgfrøði, kunnu virka sum løgfrøðingar í øllum ríkinum. Hendan viðurkenningin kom eftir, at løgfrøðideildin á Keypmannahavnar Universiteti hevði gjørt eina meting av okkara útbúgving. Í sama viðfangi var danska Útbúgvingar- og granskingarstýrið á Fróðskaparsetrinum, har tey rannsakaðu okkara góðskuskipan, sum er í menning. Niðurstøðan var, at tey hava álit á, at okkara skipan er skikkað til at tryggja og styrkja góðskuna í løgfrøðiútbúgvingini og í øllum hinum útbúgvingunum á Setrinum. Hetta er sanniliga til stóra stimbran fyri øll okkara starvsfólk og lesandi og eitt alneyðugt stig fyri okkara Setur og Føroyar.

Í ár hava vit eisini eftir áheitan frá landsstýrinum næstan tvífaldað upptøkuna av lesandi í sjúkrarøktarfrøði fyri at nøkta tann vaksandi tørvin í heilsuverkinum komandi árini. Næsta ár vænta vit at fáa somu áheitan um at útbúgva fleiri námsfrøðingar, og vit eru til reiðar til tað.

Vit eru sera tilvitað um okkara stóru ábyrgd at útbúgva serkøn fólk, sum almenni geirin í Føroyum hevur so stóran tørv á, og ta skyldina útinna vit við eldhuga. Her er talan um lærarar, námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar og embætisfólk til lands- og
kommunalfyrisitingar o.o. Føroya landsstýrið og samfelagið annars krevja tað av okkum og geva okkum fígging til tað, og tey størv, sum hesi fólkini útinna eftir loknan lestur, hava ómetaliga stóran týdning fyri okkum øll somul. Men vit eru eisini sera tilvitað um teir tørvir, sum privati geirin hevur, hóast játtanin til tað ikki hevur verið so stór. Og hetta tilvitið um tørvin á universitetsútbúnari arbeiðsmegi til privata geiran veksur alsamt.

Tak til dømis KT-útbúgvingina. Har hava vit havt almenna fígging til hálvtfimta starvsfólk, umframt nøkur onnur, eisini frá tí privata, sum hava undirvíst fyri tímaløn, og hetta hevur verið grundarlagið undir eini bachelorútbúgving við upptøku einans annaðhvørt ár. Út frá hesum verður okkara ”framleiðsla” av KT-fólki altíð minni enn til dømis av lærarum, har starvsfólkatalið er størri, og upptøka av lesandi er hvørt ár. Í ár fingu seks KT-verkfrøðingar bachelorprógv frá Setrinum, men her skal ein hava í huga, at eingin upptøka av fyrstaárslesandi var í 2019, sum annars hevði givið stórt tal av útbúnum í ár, tí ein bachelorútbúgving tekur trý ár.

Men hetta broytist nú. Í samstarvi við arbeiðsgevararnar í KT-felagnum og við bakstøði í arbeiðinum hjá KT-bólkinum í vakstrarforum hjá løgmanni hava vit fingið fígging til at styrkja munandi um KT-úbúgvingarnar á Setrinum. Vit kunnu nú økja um starvsfólkatalið á KT-økinum, hava árliga upptøku til bachelorútbúgvingina í KT-verkfrøði, umframt at stovnseta eina masterútbúgving í KT, somuleiðis við árligari upptøku. Masterútbúgvingin byrjar í 2023. Í løtuni arbeiða vit hart fyri at seta serfrøðingar í starv, eisini úr útlondum, sum skulu hjálpa okkum við hesum útbúgvingunum og við at útbúgva fleiri KT-fólk.

Føroyum tørvar eisini verkfrøðingar á so mongum økjum. Eftir góðkenning frá Mentamálaráðnum fór Setrið undir at veita eina nýggja bachelorútbúgving í verkfrøði í 2021. Starvsfólkini til ta útbúgvingina eru fá í tali, og vit mugu styrkja hópin komandi árini. Her er eisini upptøka annaðhvørt ár til at byrja við. Útbúgvingin er soleiðis háttað, at tey lesandi á seinasta ári velja millum tríggjar leiðir, har tey hava skeið, starvslæring og skriva høvuðsritgerð í byggiverkfrøði, el-verkfrøði ella orkuverkfrøði. Øll hesi trý økini hava alstóran týdning í einum nútímans samfelagi, har burðardygd í byggiverkfrøði, orkuveiting og orkunýtslu er eitt krav.

Eisini hava vit eina bachelorútbúgving í lívfrøði, somuleiðis við einum lítlum starvsfólkabólki og upptøku annaðhvørt ár (aftur her: eingin upptøka var í 2019, og tí var heldur eingin stór prógvhandan hjá teimum í ár). Hesir útbúnu bachelorar arbeiða til dømis í ali- og fiskivinnuni, eins og tey halda fram við hægri lestri uttanlands. Vit vilja sera fegin sleppa at víðka um hetta økið, m.a. við eini masterútbúgving, so okkara lesandi kunnu halda fram her í Føroyum heldur enn at noyðast av landinum. Men sjálvandi ber hetta ikki til uttan størri fígging.

Eitt annað, sum eg havi hug at nevna, eru mongu og sera góðu granskingarførleikarnir á ali- og fiskivinnuøkinum í Føroyum. Men hesir eru í heilt stóran mun savnaðir uttan fyri Fróðskaparsetrið, á øðrum stovnum, og hendan granskingarserfrøðin fæst í løtuni ikki so nógv við at útbúgva næsta ættarlið av vísindafólki. Persónliga hugsi eg ofta, um hetta er tann rætti ella besti mátin at skipa hesi viðurskifti, serliga tá vit eru so smá og noyðast at gagnnýta ta orku, sum er tøk, eftir besta førimuni. At umhugsa hetta kann hjálpa okkum til at gerast stinnari til at nøkta útbúgvingar- og granskingartørvirnar, sum skulu til fyri at tryggja burðardygga búskaparliga menning í Føroyum á leiðini fram.

[object Object]
Chick Collins, rektari, og May-Britt Skoradal, varadekanur lata prógv í NLH 24. juni 2022 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Annars eru vit sera fegin um úrslitagóða granskingarsamstarvið við Bakkafrost hesi seinastu trý árini, og vit royna at leingja og víðka um hetta arbeiðið og ætla at stovna eina miðstøð fyri hav-simulatión, sum hevur til endamáls at stuðla upp undir burðardygga gagnnýtslu av sjótilfeingi Føroya.

Og í fjør fóru vit undir eina nýggja parttíðar masterútbúgving í leiðslu og skipan, har fólk úr almenna og privata geiranum skulu læra saman og av hvør øðrum. Áhaldandi menningin av Føroyum krevur jú sum heild góða leiðslu á øllum stigum og nógv samstarv millum geirarnar, og at partarnir skilja hvør annan væl og virðiliga.

Fyri meg er eitt tað besta við Føroyum, at fólk hava so stóran áhuga fyri, hvat Fróðskaparsetrið fæst við. Vit eru javnan í tíðindunum og í almenna orðaskiftinum, og mong hava meiningar um, hvat vit gera, hvussu vit gera tað, og hvat vit eiga at gera øðrvísi ella betur. Vit taka væl ímóti hesum og eru opin fyri afturljóði og eisini atfinningum. Vit vilja altíð royna at svara, tí tað er ein tann besti mátin, sum vit kunnu royna bæði at bøta um fatanina av støðuni hjá Setrinum og menningini av tí, og eisini hvat vit fáast við, og hvussu vit mennast.

Okkara Setur er partur av einum vaksandi netverki av smáum universitetum, sum kallast Network of Universities of Small Countries and Territories. Har hittast vit og skifta orð við onnur universitet, sum í stóran mun eru í somu støðu og hava somu avbjóðingar sum vit. At vera partur av hesum samstarvi ger einum greitt, hvussu týdningarmikil universitet eru fyri smá samfeløg, og hvussu alneyðugur teirra leiklutur á so mangan hátt er fyri framtíðina hjá teimum.

Fleiri av londunum í hesum samstarvi hava - eins og vit sjálv – stóra ábyrgd av at menna og stuðla upp undir sítt tjóðarmál. Ein stór avbjóðing í Føroyum er menning av máltøkni, sum sambært serfrøðini er so umráðandi, at uttan hana fara mál at fara fyri bakka. Hetta er enn ein setningur hjá Setrinum, har vit royna at finna orku til ein depil fyri mál og tøkni, sum sjálvandi skal staðsetast á Føroyamálsdeildini. Vit eiga ung og ágrýtin fólk, sum saman við eldri og vísum fólkum hava serfrøðina at gera hetta. Vit vilja leggja nógv fyri at fáa hetta gjørt, tí tað er so alneyðugt!

Her í Føroyum fara vit ongantíð at hava meira enn eitt universitet. Okkara Setur. Kunnu vit sum samfelag samstarva um at stuðla framhaldandi vøkstri og menning av Setrinum, so fara Føroyar at fáa tað universitet, sum landinum tørvar og hevur uppiborið. Hetta vil grundleggjandi økja um okkara førleikar at samstarva tvørtur um allar geirar – almennar, privatar og sjálvbodnar – og lyfta mongu avbjóðingarnar í komandi tíðum, bæði búskaparligar, sosialar, mentanarligar og umhvørvisligar.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2022

27 Leygardagur 09. juli 2022

Heiðra Jógvan Telling á Summar Festivalinum

Sangir hjá Jógvani Telling, sum fyllir 75 ár, verða framførdir á Summar Festivalinum

Jógvan Telling Joensen avmyndaður í 2016 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jógvan Telling Joensen fylti 75 ár hósdagin 7. juli, og samstundis varð boðað frá, at heiðurskonsert við sangum hjá Jógvani Telling verður á Summar Festivalinum í Klaksvík.

Tá fara kendir føroyskir tónleikarar og sangarar at syngja og spæla sangir hjá Jógvani Telling. Eitt nú fara Signar í Homrum og Elin Brimheim Heinesen at syngja.

Jógvan Telling hevur skrivað, sungið og spælt nógvar kendar sangir. Hann hevur framført sum solistur, saman við Harkaliðnum og øðrum. Sangir, sum hava tilknýti til Jógvan Telling, eru til dømis »Sektus og Sekterius«, »Gamla Dimma«, »Meg minnist eina mynd«, »Tá babba kemur heim«, »Skúmbananir«, »Skiparin lítli«, »Mær dámar bjór og brennivín«, »Karin býr við strondina« og »Eg skuldi verið kovboy«. Ein ordans bukett av hittum.

Summar Festivalurin ynskir dugnaliga sangskrivaranum og tónleikaranum Jógvani Telling til lukku við teimum 75 árunum við at seta heiðurskonsert á skránna á ársins festivali.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 4. til 6. august.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2022

28 Leygardagur 09. juli 2022

Konsert, nótar og fløga við klavertónleiki eftir Paula í Sandagerði

Mánadagin 11. juli verður Summartónakonsert í Norðurlandahúsinum við Mattiasi Kapnas, klaverleikara, har skráin burturav verður kalvertónleikur eftir Paula í Sandagerði – umframt hetta verður framløga av tveimum tónleikaútgávum við klavertónleiki eftir Paula – ein nótabók og ein fløga

 
SkrivaÐ:

Innsent

Mánadagin 11. juli kl. 15 verður Summartónakonsert í Norðurlandahúsinum við Mattiasi Kapnas, klaverleikara, har skráin burturav verður kalvertónleikur eftir Paula í Sandagerði.

Á konsertini verður eisini framløga av tveimum tónleikaútgávum, somuleiðis við klavertónleiki eftir Paula.

Nótabók
Onnur av nevndu tónleikaútgávum er nótabókin Pauli í Sandagerði: Klaververk í úrvali, sum nýstovnaða nótaforlagið Edition H. Eide gevur út. Úrvali fevnir um 16 klaverstykki - helvt um helvt ungdómsverk í klassiskt-romtantiskum stíli, sum Pauli komponeraði sum tannáringur í fyrru helvt av 1970'unum, og so nýggjari verk í meiri modernaðum stíli, skrivað í tíðarskeiðnum frá 1994 til í ár.

Aftan fyri forlagið Edition H. Eide stendur Hugin Eide (bókavørður, fyrrverandi filmsframleiðari og fyrrverandi (og nú aftur núverandi) forleggjari), sum fekk hugskotið til nótabókina í fjør heyst, tá hann kom fram á eitt kassettuband, hann fekk frá Paula einaferð í 1980'unum. Á bandinum var m.a. eitt klaverstykki við heitinum Fantasi nr. 4.

Nr. 4 ...?! Tað kundi ikki merkja annað enn, at so máttu eisini vera nakrar Fantasiir nr. 1, 2 og 3. Har var ikki annað at gera enn at ringja til Paula og spyrja. Jú, har var eisini ein Fantasi nr. 2 til skjals, men nummar 1 og 3 vórðu tíverri ongantíð skrivaðar niður og tískil horvnar úr minni tónaksaldsins.

Men har vóru nótar til nógv onnur klaverstykki - eisini fleiri av ungdómsverkunum - og so kom bókavørðurin upp í bókavørðin: Hesi klaverstykki áttu at fingið størri útbreiðslu, áttu at verið til taks fyri ein og hvønn upp á nótar - bæði konsertpianistar og klavernæmingar og amatørar sum klimpra fyri afturlatnum hurðum heima í stovuni.

Við góðum stuðli frá Mentargrunni Landsins og Koda Kultur er nótaútgávan nú veruleiki og verður løgd fram á Summartónakonsertini hjá Mattiasi Kapnas. Bókin er 64 síður og í "røttum" nótaformati, tvs. eitt vet størri enn A4. Fremst í bókini er ein stuttur inngangur eftir Hans Paula Tórgarð.

Nótabókin við klavertónleiki eftir Paula í Sandagerði er fyrsta útgávan hjá Eidition H. Eide. Næsta útgáva, sum kemur í september í ár, verður eitt savn við nøkrum og tretivu løgum hjá Regini Dahl til svenskar yrkingar - fyri rødd og tann upprunaliga klaversatsin hjá Regini.

[object Object]

Fløga
Pauli tók beinan vegin undir við hugskotinum, ikki minst tí hann sjálvur var í ferð við at fáa Mattias Kapnas at innspæla hesi somu klaverstykki til eina fløgútgávu. Við fíggjarstuðli frá Mentanargrunninum, Pf. Poul Michelsen, Koda Kultur, Gramex og Felganum Føroysk Tónaskøld, er nú eisini hendan útgávan - Ælaveður - veruleiki og verður somuleiðis løgd fram á konsertini í Norðurlandahúsinum.

Á fløguni eru 15 klaverstykki, og Tutl gevur út.

Pauli í Sandagerði verður til staðar á konsertini, sum er ókeypis.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2022

29 Leygardagur 09. juli 2022

Beinir á danskari festivalferð

Farna vikuskifti spældi Beinir á Nibe Festival, og í august fer hann at framføra á Smukfest í Skanderborg og á Wonderfestiwall á Bornholm

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið spældi Beinir á Nibe Festival í norðurjútska býnum Nibe.

Talan var um ta fyrstu av trimum framførslum í Danmark í summar, har Beinir fer einsamallur á pallin við gittara og sangum.

Nibe Festivalen er ein av miðalstóru donsku festivalunum við 30.000 vitjandi.

Á festivalunum í summar spælir Beinir fyri tað mesta nýtt tilfar, sum fer at vera á
komandi útgávu hansara, men eisini spælir hann sangir av EPini, sum hann gav út í fjør – World Out There.

Seinasta árið hevur Beinir arbeitt við nógvum tilfari og samstarvað við fleiri av fremstu framleiðarum og sangskrivarum í Danmark. Sáttmálin við plátufelagið The Bank hevur gjørt tað møguligt hjá honum at arbeiða meiri miðvíst við tónleikinum og at fáa møguleika at samstarva við sangskrivarar, sum hava og hava havt løg á donsku hittlistunum.

Fyri at fáa tónleikin út til fleiri áhoyrarar, hevur Beinir seinasta hálva annað árið verið á konsertferðum saman við kendum donskum nøvnum. Seinasta konserferðin var í april, tá Beinir hitaði upp fyri bólkin Jonah Blacksmith á 15 konsertum.

1. august spælir Beinir á Livecamp á Smukfest í Skanderborg. Tað er ein kapping millum upcoming nøvn at sleppa at lata størsta pallin á Smukfest upp.

Triðja konsertin verður 19. august. Tá spælir Beinir á Wonderfestiwall á Bornholm.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2022

30 Leygardagur 09. juli 2022

Salt-sigling á Tvøroyri um vikuskiftið

Í sambandi við at træseglskipini vitja, verða ymisk tiltøk fyri børn og vaksin á Drelnesi í dag

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Um vikuskiftið verður nógv virksemi á Drelnesi og úti á Trongisvágsfirði í sambandi við tiltakið Salt-sigling.

Salt á Drelnesi skipar fyri tiltakinum saman við felagnum Føroysk Træseglskip og Tvøroyrar kommunu.

Ein ørgrynna av tiltøkum er á skrá. Byrjað varð fríggjadagin, tá føroysku træseglskipini stevndu inn á Trongisvágsfjørð, og móttøka var á Drelnesi við røðum og tónleiki.

Leygardagin verður økið uttan fyri Salt opið frá klokkan 13 til 19 har ymisk tiltøk verða á skrá. Hoppiborgir, andlitsmáling, skúmbað, heilsufremjandi átøk, harmonikutónleikur, sjórænaratiltak – her verður okkurt fyri øll!

Skráin sæst á heimasíðuni hjá Salt   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2022

31 Leygardagur 09. juli 2022

Shinzo Abe doyði av skotum

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Japan varð skotin undir einari røðu. Hann bleiv 67 ára gamal

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrrverandi japanski forsætisráðharrin Shinzo Abo doyði av løstinum eftir at vera skotin undir einari røðu til eitt polisitkt tiltak í vesturjapanska býnum Nara.

Tað skrivaðu altjóða miðlar fríggjamorgunin.

Ein 42 ára gamal maður er handtikin fyri drápsroynd.

Shinzo Abe var forsætisráðharri frá 2006 til 2007 og aftur frá 2012 til 2020, og er tann forsætisráðharrin, sum hevur sitið longst. Í báðum førum, hann gavst sum forsætisráðharri, var tað orsakað heilsuni.

Hann var framvegis virkin í politikki, nú hann doyði. Shinzo Abe bleiv 67 ára gamal.

[object Object]
42 ára gamli maðurin, ið er skuldsettur fyri at hava skotið Abe, varð handtikin beinanvegin (Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2022

32 Leygardagur 09. juli 2022

– Mette Frederiksen eigur at útskriva val

Forkvinnan í radiakala vinstraflokkinum, ið er stuðulsflokkur hjá donsku stjórnini, sigur seg vera til reiðar at koppa stjórnini, um danska forsætisráðfrúan ikki útskrivar val í seinasta lagið 4. oktober

– Tá vit koma aftur úr summarfrí, og fólk aftur kunnu luttaka í politiska kjakinum, so skal val útskrivast, sigur Sofie Carsten Nielsen (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Undanfarna hósdag varð frágreiðingin hjá minkanevndini, sum hevur kannað umstøðurnar kring ólógligu boðini frá donsku stjórnini um, at at allir minkar í Danmark skuldu takast av døgum, almannakunngjørd.

Í frágreiðingini segði nevndin m.a., at boðini, sum Mette Frederiksen forsætisráðfrúa á tíðindafundi í november gav um, at minkarnir skuldu takast av døgum, vóru villeiðandi, og hóast hon ikki var greið yvir, at stjórnin ikki hevði heimild at krevja hetta, átti forsætismálaráðið at kanna hetta áðrenn tíðindafundin.

Radikali vinstraflokkurin hevur, saman við hinum stuðulsflokkunum hjá donsku stjórnini, boðað frá, at hann ikki tekur undir við einari óheftari advokatkanning, sum skal meta um, hvørt grundarlag er fyri einum ríkisrættarmáli ella ikki.

Radikali vinstraflokkurin vil kortini hava Mette Frederiksen at útskriva fólkatingsval í kjalarvørrinum á tí, sum nevndin hevur staðfest.

Sofie Carsten Nielsen, floksleiðari, sigur m.a. soleiðis í samrøðu við Danmarks Radio.

– Mín áheitan til Mette Frederiksen er í dag, at tá vit koma aftur úr summarfrí, og fólk aftur kunnu luttaka í politiska kjakinum, so skal val útskrivast. Og tað skal henda í seinasta lagi, tá Fólkatingið kemur saman aftur í oktober. Men helst skjótast gjørligt.

Fólkatingið kemur saman aftur 4. oktober, og verður val ikki útskrivað í seinasta lagið tá, eru tey radikalu klár at atkvøða fyri einum misáliti á Mette Frederiksen, sigur Sofie Carsten Nielsen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2022

33 Leygardagur 09. juli 2022

Nærum 1000 flogskiparar hjá SAS fara í verkfall

Hetta ávirkar millum 200 og 250 flogferðir um dagin, og verður hetta mett at kosta skandinaviska flogfelagnum millum 80 og 100 milliónir um dagin – Føroyaflúgvingin er eisini ávirkað

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eftir fleiri miseydnaðar royndir at finna semju millum skandinaviska flogfelagið SAS og flogskipararnar seinastu tíðina, fara nærum 1000 flogskiparar nú í verkfall.

Flogskipararnir, sum arbeiða í SAS Scandinavia, móðirfelagið hjá SAS, eru ónøgdir við, at SAS í staðin fyri at seta gamlar flogskiparar hjá SAS í starv aftur, sum vórðu koyrdir undir koronakreppuni, ger bíligari avtalur við nýggjar flogskiparar í teimum báðum dóttirfeløgunum SAS Link og SAS Connect.

– Leiðslan í SAS hevur stovnað dóttirfeløg og brúkt tey til at bróta tær avtalur, tey hava gjørt við teirra egnu starvsfólk. SAS kann ikki lova, at tey ikki fara at gera hetta aftur, og tað kunnu vit sjálvandi ikki góðtaka, sigur Keld Bækkelund Hansen, samráðingarleiðari í fakfelagnum Dansk Metal sambært DR.

– Fær SAS loyvi til hetta, stúra vit fyri, at tað fer at spjaða seg til aðrar vinnur á danska arbeiðsmarknaðinum. Tí hevur hetta stríðið týdning fyri allar løntakarar í Danmark, sigur hann.

SAS sigur, at flúgvingin hjá SAS Link og SAS Connect umframt øðrum samstarvsfeløgum hjá SAS, ikki verður ávirkað av verkfallinum. Men mett verður, at hetta fer at ávirka millum 200 og 250 flogferðir og millum 20.000 og 30.000 ferðafólk hvønn dag.

Mett verður eisini, at hetta fer at kosta SAS millum 80 og 100 milliónir krónur um dagin.

Síðan verkfallið varð fráboðað mánadagin er onki SAS flogfar lent í Vágum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2022

34 Leygardagur 09. juli 2022

SAS hevur søkt um konkursverju í USA

Hetta merkir, at SAS hevur heitt á dómstólin í USA um at taka lut í samráðingum við kreditorar og á tann hátt verja SAS ímóti kreditorum, sum krevja, at felagið fer á húsagang

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Skandinaviska flogfelagið SAS søkti týsdagin um konkursverju hjá einum dómstóli í USA.

Hetta merkir, at SAS hevur heitt á dómstólin um at taka lut í samráðingum við kreditorar. Samstundis verður felagið vart ímóti kreditorum, sum kunnu krevja at fáa tað, SAS skyldar teimum, ella at felagið fer á húsagang.

Orsøkin til, at felagið hevur søkt um konkursverju í USA er, sambært forstjóranum Anko van der Werff, at reglurnar har merkja, at dagligi raksturin av SAS verður órógvaður minst møguligt.

Umsóknin um konkursverju kemur dagin eftir, at samráðingarnar millum SAS og flogskipararnar hjá felagnum slitnaðu, og nærum 1.000 flogskiparar boðaðu frá, at teir fóru í verkfall. Hetta merkir, at millum 200 og 250 flogferðir og millum 20.000 og 30.000 ferðafólk verða ávirkað hvønn dag, m.a. eisini føroyaflúgvingin.

Endamálið við umsóknini er at framskunda ætlanina at bjarga felagnum – SAS Forward. Hetta inniber m.a. skerjingar í útreiðslum til starvsfólk umframt nýggja fígging.

SAS sigur, sambært Ritzau, at har eru pengar til at halda felagnum koyrandi í løtuni, og hevur SAS í umsóknini eisini biðið um loyvi til at halda fram við rakstrinum og harvið eisini við lønargjaldingum.

SAS væntar, at tilgongdin fer at taka millum níggju og tólv mánaðir.

Flogskiparar: Hetta broytir einki

Henrik Thyregod, formaður í Dansk Pilotforening sigur, sambært DR, at hann sær samráðingarnar við SAS í annað ljós í dag, nú flogfelagið hevur søkt um konkursverju.

– Har var ein dagsskrá. Vit skiltu ikki, hvat gekk fyri seg. Tá eg í dag síggi, at SAS hevur søkt um konkursverju, skilji eg alt betur.

Hann leggur tó afturat, at hetta ikki fer at fáa flogskipararnar at geva seg.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2022

35 Leygardagur 09. juli 2022

Deildar meiningar um loysing í Skotlandi

Sambært nýggjari meiningakanning, høvdu 48 prosent atkvøtt fyri loysing frá Stórabretlandi, meðan 47 prosent høvdu atkvøtt ímóti

Skotska fyrstaráðfrúan, Nicola Sturgeon, vil hava nýggja fólkaatkvøðu, men bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sigur framvegis nei (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Um skotar aftur høvdu farið á fólkaatkvøðu um loysing frá Stórabretlandi, hevði tað verið øgiliga tætt millum tey, sum eru fyri, og tey sum eru ímóti.

Tað var týsdagin, at skotska fyrstaráðfrúan, Nicola Sturgeon, boðaði frá, at hon vildi hava eina nýggja fólkaatkvøðu. Og tað skal vera í seinasta lagi 19. oktober næsta ár.

Sambært meiningakanning hjá The Times, sum Ritzau endurgevur, vóru 44 prosent av teimum spurdu ímóti einari nýggjari fólkaatvøðu, meðan 43 prosent vóru fyri. Tíggju prosent vóru hvørki fyri ella ímóti, meðan trý prosent enn ikki høvdu tikið støðu til spurningin.

1.010 veljarar luttóku í kanningini.

Til sjálvan spurningin um loysing søgdu 48 prosent av teimum spurdu, at tey høvdu atkvøtt fyri loysing á einari slíkari fólkaatkvøðu, meðan 47 prosent høvdu atkvøtt ímóti.

Fólkaatkvøða var um hetta í 2014, og tá atkvøddu 55 prosent av veljarunum fyri at vera verandi í Stórabretlandi, sum umframt Skotland umfatar Ongland, Wales og Norðurírland.

Men tann atkvøðan var áðrenn Brexit, og sambært flokkinum hjá Sturgeon er støðan ein heilt onnur nú.

Men bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, heldur fast við, at tað er ov tíðliga at hava eina nýggja fólkaatkvøðu. Spurningurin varð svaraður í 2014, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2022

36 Leygardagur 09. juli 2022

Zelenskyj ásannar, at tey hava tapt í Lysytjansk

Men hóast ukrainski herurin er farin úr býnum, fer hann at koma aftur, sigur ukrainski forsetin – talan var um síðsta stóra býin á ukrainskum hondum í Luhansk-landslutinum

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundi herfyri í sambandi við, at norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, vitjaði í Kyiv (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað hevur eydnast herdeildum hjá russarum og pro-russiskum loysingarfólki at taka ræði á eysturukrainska býnum Lysytjansk, sum annars var tann seinasti stóri býurin í Luhansk-landslutinum á ukrainskum hondum.

Tað boðaðu russisku myndugleikarnir frá sunnudagin, men at byrja við varð sagt úr ukrainska verjumálaráðnum, at russarar ikki høvdu fult ræði á býnum. Men tað ásannaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sunnukvøldið, at teir hava.

Zelenskyj sigur, sambært Ritzau, at hóast herurin er farin úr býnum, merkir tað ikki, at tey hava givið upp.

– Um okkara hernalarleiðarar hava tikið fólk úr ávísum støðum á frontinum, har fíggindin hevur størsta fyrimunin, og hetta er eisini galdandi fyri Lysytjansk, merkir tað bert eitt: At vit fara at koma aftur, sigur hann.

Hetta verður m.a. møguligt, nú Ukraina fær fleiri veitingar við nýmótans vápnum, sigur hann.

Nú Russland hevur tikið Lysytjansk verður mett, at russiski herurin fær møguleikan at troka seg longur inn í Donbas-økið, har Luhansk og Donetsk-landslutirnir liggja.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2022

37 Leygardagur 09. juli 2022

Grøna elframleiðslan øktist smá 15 prosent fyrra hálvár 2022

Elframleiðslan úr varandi orkukeldum hevur hilnast væl higartil í 2022 skrivar SEV á heimasíðuni

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tilsamans slakir 93 GWt í mun til góðar 81 GWt fyrra hálvár í fjør. Býtið millum varandi orku og termiska orku í samlaðu framleiðsluni var 44,4 prosent varandi orka og 55,6 prosent termisk orka. Í 2021 var býtið 40/60 fyrsta hálvár, skrivar Sev á heimasíðuni. 

Tørvurin á elorku í samfelagnum økist framvegis, og 1. hálvár í ár kom samlaða elframleiðslan upp á 209,5 GWt, ein vøkstur á 3,5 prosent í mun til 2021. Til samanbering kann sigast, at framleiðslan alt árið 2000 var 206 GWt.

Tað er serliga framleiðslan úr vatni, sum hevur hilnast væl í ár, við 61,2 GWt í mun til 49,5GWt í 2021. Einans í 2014 og 2015 við óvanliga nógvum avfalli, hevur verið framleitt meira við vatni. Allir mánaðir í 1. hálvárið hava hilnast væl við vatni, og serliga januar og mars vóru framúr góðir, men eisini í juni var nógv avfall fyri árstíðina, og framleiðslan úr vatni var 40% meira enn miðal fyri juni.

Framleiðslan úr vindi var 1. hálvár 28,6 GWt, sum er eitt vet betri enn sama tíðarskeið í 2021, við 28,5 GWt, men tó nakað frá metárinum 2018, har framleiðslan úr vindi 1. hálvár var 31,2 GWt. Hetta hevur samband við tær avbjóðingar, sum hava verið og enn eru við Enercon E-44 myllunum.

Framleiðslan við termiskari orku var lægri 1. hálvar í ár, enn bæði í 2020 og 2021. Framleiðslan við termiskari orku var 116,6 GWt, í mun til ávíkavist 120,7 og 121,4 GWt í 2020 og 2021. Harvið brúkti SEV góð 1000 tons færri av tungolju 1. hálvár í ár í mun til í 2021.

Sólorkuverkið í Sumba framleiddi 0,1 GWt 1. hálvár, sum er 7,7 prosent minni enn í 2021, meðan biogassverkið Førka framleiddi góðar 3 GWt, svarandi til 1,44 prosent av samlaðu framleiðsluni, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Sev.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2022

38 Leygardagur 09. juli 2022

Nú eigur Ithaca Energy Cambo oljukelduna við markið

Mangt bendir á, at Cambo oljukeldan, nær føroyska markið, verður útbygd, tó kann ein nýggjur orkuskattur seta kíla í ætlanina

Stjórin í Ithaca Energy, fegnast um, at keypið av Siccar Point og tess ognum m.a. Cambo oljukelduna nær við føroyska markið er komið uppá pláss. 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í vikuni varð kunngjørt, at oljufelagið Ithaca Energy loksins hevur tikið yvir ognirnar hjá felagnum Siccar Point Energy, teirra millum oljukelduna Cambo nær við føroyska markið.

Nevndarformaðurin  í felagnum sigur við Energy Voice seg vera sera væl nøgdan við keypið, sum merkir, at Ithaca nú verður eitt av teimum størstu leiti- og framleiðslufeløgunum í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Hann bjóðar eisini serfrøðingunum hjá Siccar Point vælkomnum í nýggja felagið, sum hevur ætlanir um at útbyggja Cambo og møguliga eisini aðrar oljuleiðir á Atlantsmótinum.

Tað hevur annars verið gitt, at nýggjur oljuskattur, sum bretska stjórnin fer at leggja á oljufeløg, kann koma at steðga ella seinka útbyggingar í Norðsjónum. Men eitt undantak fyri íløgum kann møguliga betra um støðuna. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2022

39 Leygardagur 09. juli 2022

Equinor: Vilja brúka fleiri kreftir til at útbyggja Rosebank

Leiðslan í Equinor vísir aftur gitingum um, at norska felagið ikki fer at byggja út stóru olju- og gasskelduna við markið, Rosebank.

Umboð fyri olju- og gassfeløgini, sum arbeiða í Norðsjónum, her á fundi við bretska fíggjarmálaráðharran um nýggja oljuskattin
SkrivaÐ:

Jan Müller

Síðani russisku innrásina í Ukraina og royndirnar at steðga innflutninginum av olju og gassi úr Russlandi og annars støðugt hækkandi orkuprísirnar, hevur bretska stjórnin heitt á olju- og gassfeløg um at økja um sítt virksemi í Norðsjónum til tess at gera Bretland minni bundið at innfluttari russiskari orku.

Síðani hevur avgerðin hjá stjórnini at seta í verk ein eyka skatt fyri somu olju- og gassfeløg, sonevnda Windfall Tax, fingið fleiri feløg at sáa iva um nýggjar íløgur í útbyggingar av olju- og gasskeldum í Norðsjónum. Men fyri at sleppa undan hesum hevur stjórnin so gjørt undantak í nýggju skattalógini, sum meira ella minni sleppur íløgum í nýtt oljuvirksemi undan skattinum. 

Tað hevur kortini ikki broytt støðuna hjá fleiri av feløgunum, sum herfyri vóru á fundi við fíggjarmálaráðharran, Sunak, har tey gjørdu greitt, at tey ynskja broytingar í nýggja orkuskattinum, soleiðis at tað fer at bera til  at gera stórar nýggjar íløgur.

[object Object]Bretski fíggjarmálaráðharrin, Sunak, kann koma at avgera lagnuna hjá fleiri komandi útbyggingum av olju- og gassleiðum á Atlantsmótinum. 

Hóast nógv bendir á, at fíggjarmálaráðharrin fer at halda fast við verandi skattaætlan, so verður kortini bíðað eftir einum svari frá stjórnini. Tað, sum hevur givið feløgunum vón um, at uppskotið kann verða broytt, eru úttalilsini hjá Boris Johnson, forsætisráðharra um,  at nýggi skatturin fer at forða fyri, at nýggjar íløgur verða gjørdar í Norðsjónum, hvat er sera óheppið, nú Bretland vil gerast minni heft at innfluttari orku.

Tað hevur serliga verið varpað ljós á tær báðar risastóru útbyggingarnar av keldunum Rosebank og Cambo við markið. Sum støðan er beint nú ræður óvissa um tær, men á eini ráðstevnu í farnu viku, har 250 umboð fyri 140 veitingarfeløg í Bretlandi luttóku, segði varaforsetin hjá Equinor fyri Bretland og Írland, Arne Gurtner, at ráðstevnan vísti ein greiðan vilja hjá Equinor og veitingarvinnuni annars at fara undir útbygging av Rosebank.

Hóast leysatíðindi hava sátt iva, um norska felagið fór at byggja kelduna út, so kundi Equinor stjórin í samrøðu við Energy Voice sissa umheimin, at hetta vóru bara spekulatiónir.

- Her er talan um eina sera kompliseraða verkætlan, sum krevur langtíðar íløgur og sum fer at skapa stór virði í fleiri ártíggju. Vit hyggja sjálvandi eftir øllum, sum kann hava ávirkan á eina so kostnaðarmikla útbygging og her eisini skattatreytum ol. Men henda ráðstevnan er ein greið ábending um ætlanina at halda fram og hava vit nú samrøður við veitarar.

Equinor stjórin sigur, at teir hava gjørt eina ætlan fyri útbygging av Rosebank, sum tekur hædd fyri grøna skiftinum og sum skal minka munandi um útlátið eitt nú gjøgnum elektrifisering av framleiðsluni á  pallinum.

Nú verður so bíðað í spenningi eftir, um bretskir myndugleikar fara at taka til sín onkur av ynskjunum hjá oljuvinnuni, harímillum at fremja broytingar í komandi nýggja skattinum, soleiðis at hann ikki tekur hugin frá íleggjarum at gera íløgur í ætlaðar útbyggingar á bretska landgrunninum.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2022

40 Leygardagur 09. juli 2022

Danska Orsted skal byggja heimsins størstu havvindmylnulund

Skal standa fyri útbyggingini av heimsins størstu havvindmylnulund við 231 vindmyllum, Hornsea 3 í Bretlandi

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað var bretska vinnu- og orkumálaráðið, sum í vikuni boðaði frá, at tað hevur tillutað donsku fyritøkuni Orsted arbeiðið at byggja  heimsins størstu vindmylnulund til havs.

Hornsea 3 skal framleiða 2.852 megawatt og lata streym til 3,2 milliónir húsarhald í Bretlandi. Lundin skal liggja 160 kilometrar út fyri strondina við Yorkshire. Hon telur 231 vindmyllur, sum fáa stóran týdning fyri orkuveitingina í Bretlandi.

[object Object]

Bretska stjórnin hevur sett sær fyri at byggja út vindorkuna við 50 GW til havs innan 2030. Sáttmálin, sum danska fyritøkan hevur fingið framum fleiri aðrar kendar orkufyritøkur, hevur alstóran týdning fyri Orsted, sum hevur ætlan um at byggja út 30 GW havvindorku innan 2030. Í løtuni stendur Orsted fyri 7,5 GW offshore. Hornsea 3 verkætlanin fer at skaffa arbeiði til 5.000 fólk og tá hon stendur liðug verða har 1200 føst arbeiðspláss. 

Hornsea 3 er partur av einum stórum orkuøki til havs við Hornsea 1 og 2 og nú 3 aftrat. Tá allar vindmylnulundirnar framleiða hava tær ein kapasitet uppá 5 GW, sum svarar til nýtsluna hjá 5 mió. húsarhaldum. Hetta verður tá heimsins størsta samlaða havvindorkuøki. Enn ein Hornsea útbygging er á tekniborðinum, tann fjórða í røðini, sum fer at framleiða 2,6 GW. Endalig støða verður tikin til hana í 2023.

[object Object]

Orsted, sum hevur verið partur av menningini av havvindmyllum í Bretlandi frá byrjan, hevur higartil gjørt íløgur í útbyggingar uppá 14 milliardir pund og fer innan 2030 at standa fyri íløgum uppá 14 mia. pund aftrat. Orsted eigur í fleiri av havvindmylnulundunum, hvørs framleiðsla svarar til 6,2 GW:    

  •       Hornsea 2 (2022), 1,320 MW
    •    Hornsea 1 (2019), 1,218 MW
    •    Walney Extension (2018), 659 MW
    •    Race Bank (2018), 546 MW
    •    Burbo Bank Extension (2017), 259 MW
    •    Westermost Rough (2015), 210 MW
    •    West of Duddon Sands (2014), 389 MW
    •    London Array (2013), 630 MW
    •    Lincs (2013), 270 MW
    •    Gunfleet Sands demo (2013), 12 MW
    •    Walney (2012), 367 MW
    •    Gunfleet Sands (2010), 173 MW
    •    Burbo Bank (2007), 90 MW
    •    Barrow (2006), 90 MW

[object Object]

Tað vísir seg, at bretska stjórnin bókstaviliga  hevur vind í seglunum, tá talan er um at menna vindorkuna til havs. Menningin á havvindorkuøkinum hevur við sær, at streymurin kann gerast nógv bíligari og hava privatir íleggjarar í hyggju at gera íløgur fyri 155 milliardir pund komandi árini til 2030. Hetta fer at skapa 100.000  nýggj arbeiðspláss í eitt nú veitingarvinnuni. Umframt at byggja vindmylnulundir í Suðurbretlandi, so eru longu settar út í kortið fleiri stórar útbyggingar í Skotlandi eins og í Hetlandi. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2022

41 Leygardagur 09. juli 2022

ES: Grønt ljós til gass og kjarnorku 

ES tingið atkvøddi mikudagin fyri at góðkenna flokking av gassi og kjarnorku sum grøna burðardygga orku

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ein meiriluti í ES tinginum samtykti mikudagin at vísa aftur eini roynd at steðga einum uppskoti, sum vil gera gass og kjarnorku burðadygga. Sambært uppskotinum fer  ES í eini skiftistíð at loyva limalondunum at gera íløgur í gass og kjarnorku, hetta fyri at kunna nøkta eftirspurninginum eftir orku, nú lond royna at sleppa undan at innflyta eitt nú gass úr Russlandi. 

[object Object]

Úrslitið er ein sigur fyri Týskland og Frakland, sum fara at vera bundin at gassi og kjarnorku í mong ár í framtíðini. Stigtakarar til uppskotið gera tó greitt, at treytir fylgja við soleiðis at lond, sum framleiða gass, skulu binda seg til at minka um útlátið og røkka null útláti í 2050. Víst verður á, at ein orsøkin til at góðkenna gass sum grøna burðadygga orku er skjótari at sleppa undan at brúka olju og kol. Og hvat viðvíkur kjarnorku skulu lond binda seg til at finna loysnir fyri burturbeining og goymslu av kjarnorkuburturkasti.

[object Object]

Mótstøðufólk hava víst á, at uppskotið at loyva íleggjarum at gera íløgur í bæði gass og kjarnorku, fer at seta kíla í grøna orkuskiftið. Tað fer at gera tað truplari at fáa íleggjarar at seta pening í burðardyggar grønar orkuloysnir, og tá er lítið vunnið á grønu leiðini siga tey. Mótstøðufólkini siga, at uppskotið fer at flyta íløgur frá grønum loysnum til gass og kjarnorku.

Viðhaldsfólk siga hinvegin, at tað fer tvørturímóti at gagna orkuskiftinum, tí fleiri lond fara at hava tørv á bæði gassi og kjarnorku fyri at koma ígjøgnum orkuskiftið og harvið røkka útlátsmálunum.

Í londum sum Danmark, ið gongur undan við tí grøna orkuskiftinum, er sera stór ónøgd við, at gass og kjarnorka nú verða flokkað sum grøn. Umboð fyri sosialdemokratiska flokkin og Eindarlistan siga, at stigið er eitt stórt afturstig fyri grøna orkuskiftið, nú eitt nú pensiónsgrunnar og aðrir íleggjarar frítt kunnu gera íløgur í gass og kjarnorku. Hinvegin sigur umboð fyri konservativa flokkin, at avgerðin er eitt stórt framstig.

- Vit røkka ongantíð CO2 málunum í 2050, um ikki gass verður góðkent sum grøn orka eitt tíðarskeið.

Hóast samtyktina í ES tinginum, so hava stórir aljóða peningastovnar gjørt greitt, at teir fara framhaldandi at ganga ímóti íløgum í fossila orku og harvið eisini gass.

Avgerðin í ES hevur fingið veruliga øði í umhvørvisfelagsskapir so sum Greenpeace, sum ger greitt, at tað fer at gera alt tað kann fyri at forða nýggju samtyktini. Eisini hava lond í ES sagt seg vilja fara rættarvegin og kæra avgerðina inn fyri altjóða dómstól. Umboð fyri ES hava í tí sambandi sagt frá, at hetta fer neyvan at vera møguligt. 

Keldur: E24, World Oil, Energy Voice, Euractiv, Financial Times


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2022

42 Leygardagur 09. juli 2022

Hægstirættur setir fót fyri Biden og grøna orkuskiftinum

Við 6-3 atkvøðum feldi amerikanski Hægstirættur í undanfarnu viku eini roynd hjá Biden forseta at hava eftirlit við útláti frá orkuverkum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Avgerðin hjá Hægstarætti er eitt avgerandi afturstig fyri grøna orkupolitikkin hjá Joe Biden forseta. Í avgerðini vísir Hægstirættur aftur ætlanini hjá EPA, Environmental Protection Agency, at hava eftirlit við og  at minka um CO2 útlátið frá verandi orkuverkum kring USA, og tað er ein dyggur frammaná til ætlaninar hjá Biden fyrisitingini at steðga veðurlagsbroytingunum.  

Avgerðin fekk øði í Biden og umhvørvisfólk kring alt USA, tí hon setir USA ártíggju aftur í tíðina, tá tað ræður um at røkka veðurlagsmálunum, og her m.a. málinum hjá forsetanum at reka elnetið við reinari orku frá 2035.

Men umboð fyri republikanskt stýrdar statir eru fegnir um avgerðina, tí teir halda ikki, at ein stovnur sum EPA skal fáa so stórt vald. Tey vilja hava, at størri vald skal vera hjá Kongressini í slíkum málum.

Aftan fyri avgerðina liggur eisini ein roynd at forða fyrisitingini at seta fót fyri kolaorkuverkum.

Í grundgevingini siga teir seks dómararnir Roberts, Clarence Thomas, Samuel A. Alito Jr., Neil M. Gorsuch, Brett M. Kavanaugh og Amy Coney Barrett, at tað er ikki rætt at geva so stórt vald til almennar stovnar, tá Kongressin ikki sjálv fær sett í verk tiltøk av ymsum slag. Hetta stríðir ímóti grundlógini, ið greitt sigur, at almennir stovnar hava avmarkað rættindi til at leggja seg út í grundleggjandi avgerðir.

Minnilutin í Hægstarætti, Elena Kagan, Stephen G. Breyer og Sonia Sotomayor, finst at avgerðini hjá meirilutanum og sigur, at hann við hesi avgerð í veruleikanum hevur sett seg sjálvan oman fyri bæði Kongressina og teir serfrøðingastovnar, sum arbeiða við veðurlagspolitikki og -málum. Kagan skrivar:  “I cannot think of many things more frightening.” Tvs. at hon óttast hesa gongdina. Hon greiddi eisini frá hættisligu støðuni á jørðini við veðurlagsbroytingum av ymsum slag so sum ódnum, turki, eldibrandum og øðum avleiðingum av yvirupphitingini.

Hon vísti á, at Biden royndi at ganga á odda fyri at forða fyri veðurlagsbroytingum og harvið eisini geva øðrum londum íblástur til at taka tað grøna skiftið í álvara. Avgerðin hjá Hægstarætti saman við støðuni í Ukraina er við til at seinka grøna orkuskiftið.

Biden sigur eftir avgerðina, at hann fer at halda fram við sínum arbeiði fyri at steðga veðurlagsbroytingunum bæði frá sínum sesssi og eisini gjøgnum Kongressina og í býum kring landið.

Sambært úrskurðinum hjá meirilutanum í Hægstarætti kann EPA umhvørvisstovnurin hava eftirlit við útlátinum, men hann hevur ikki myndugleika til at krevja av orkuverkum, at tey skifta til varandi orku.

Republikanarar fegnast um avgerðina í Hægstarætti og siga, at tað skulu ikki vera almennar fyrisitingar og stovnar, sum skulu avgera lagnuna hjá orkuverkum ol. Tað er bara uppgávan hjá Kongressini at avgera slíkt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2022

43 Leygardagur 09. juli 2022

Føroysku dreingirnir bukaðu danir

Ellefsen-systkinabørnini og hinir spælararnir á føroyska U20 landsliðnum í hondbólti vunnu 33-32

Føroyski toppskjúttin, Elias Ellefsen á Skipagøtu (Mynd: Harald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sera dugnaligu føroysku hondbóltsdreingirnir gjørdu aftur ein vørr á altjóða hondbóltspallinum, tá teir spældu fyrsta dystin í EM-endaspælinum fyri U20 landslið móti Danmark. Føroyar vunnu 33-32

EM-kappingn verður spæld í Porto í Portugal.

Talan gjørdist um ein óvanliga javnan dyst – rættiliga nógv javnari enn danir kanska høvdu roknað við frammanundan.

[object Object]Óli Mittún í gjøgnumbroti 

Dysturin gjørdist als ikki nakað walk-over hjá dønum. Liðini skiftust at føra allan dystin. Men føroyska spælið varð darvað av nógvum útvísingum, men danir megnaðu ikki at handfara henda fyrimun nóg væl.

Í hálvleikinum stóð á jøvnum 15-15.

Føroyingar fingu eina heldur vánaliga byrjan upp á annan hálvleik og komu afturum við trimum málum. Men teir fingu bart seg innaftur í dystin við góðum álopsspæli og framúr málmansspæli av Paula Jacobsen.

Móti endanum av dystinum vístu serliga Elias Ellefsen á Skipagøtu og systkinabarnið Óli Mittún stórspæl – Føroyar komu framum við trimum málum tá fáir minuttir vóru eftir av dystinum, og føroyingar megnaðu at halda stand og vinna dystin við einum máli.

Pauli Jacobsen – føroyski málmaðurin varð kosin besti maður á vøllinum í dag.

[object Object]
Málverjin Pauli Jacobsen varð kosin besti spælari í dystinum móti Danmark

Føroysku málini skutu Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Hákun West av Teigum 7, Óli Mittún 6, Pauli Mittún 6, Janus Dam Djurhuus 3, Viktor Gaini 2.

Hjá dønum var tað ein leikari, sum skaraði framúr, Thomas Sommer Arnoldsen, sum skoraði 13 mál.

Næsta uppgáva hjá føroyska liðnum er longu á middegi í morgin, tá verandi U20 evropameistararnir, Slovenia, stendur fyri skotum. Slovenia spælir sín fyrsta dyst í EM-kappingini um eina løtu móti fjórða liðnum í bólkinum, Ungarn, sum Føroyar skulu spæla ímóti sunnudagin. 

Harald Bjørgvin tók myndirnar

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2022

44 Leygardagur 09. juli 2022

U20: Ógvuliga nær við at fáa stig móti evropameistaranum

Ungu føroysku menninir vóru allatíðina við í dystinum, og tað var bert eitt mál, ið skilti liðini í Porto, har føroyska avrikið aftur var flott. Føroyar spældu uttan Elias á Skipagøtu - sunnudagin verður avgerandi dystir móti Ungarn um at koma víðari

Óli Mittún (Mynd: Harald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hósdagin eydnaðist Føroyum at knógva dønum í fyrsta dystinum í bólki B í EM-endaspælinum fyri U20-landsliðnum, sum í hesum døgum er í Portugal.

Fríggjadagin var aftur bert eitt mál á muni, tá ungu føroysku menninir spældu. Hesaferð var mótsstøðuliðið Slovenia. Slovner vunnu, tá U20 var seinast - fyri fýra árum síðani - og hóast hetta eru heilt aðrir árgangir, og hóast Slovenia tapti greitt fyri Ungarn dagin fyri, so var greitt, at talan var um sterka mótstøðu. Tað var eisini greitt, at slovenar høvdu fyrireikað seg væl, og spældu millum annað meira fysiskt í verjupartinum enn danir. Men hóast Slovenia var á odda við trimum málum í hálvleikinum, og Føroyar spældi uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu, so var spenningur í til so at siga seinasta bríksl.

Elias hevur havt nakað av trupulleika við høgra knæðið fyrr í ár, og eftir dystin í gjár var tað hovnað. 20-ára gamli spælskiparin og størsta "stjørnan" á liðnum var tí uttanfyri. Yngri beiggin tók við í tíðarskeiðum og skoraði fimm mál, systkinabørnini - Mittún-brøðurnir, fimm hvør og Hákun West av Teigum gjørdist føroyskur toppskjútti við seks málum.

[object Object]Systkinabørnini Rói Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún (Mynd: Harald Bjørgvin)

Men tað var samanlagt truplari at skora av vonginum enn móti dønum. Slovensku málverjarnir høvdu í løtum gott tak á har, og hóast frálíkt føroyskt spæl til tíðir so tyktist inn ímillum at vera eitt sindur tungt at koma til upplagdar málmøgular móti einari verju, ið spældi hart og við stórari hugsavnan.

Sum dysturin leið, sá møðin út til at seta nakað inn hjá millum annað einum annars vælleikandi Paula Mittún, ið annan dagin á rað spældi allar minuttirnar í bæði verju og álopi. Men hann gekk tó á odda, tá Føroyar komu heilt afturíaftur. Verjuparturin eydnaðist ikki væl í fyrra hálvleiki, tá átjan mál komu ígjøgnum, men eftir steðgin var nógv betri. Føroysku leikararnir møttu teimum slovensku betri, og Pauli Jacobsen í málinum hevði nógvar góðar bjargingar.

Bert tíggju mál fóru inn í seinna hálvleiki, og Føroyar vóru ofta niðri á minus 1. Tað var eisini 25-25 seint í dystinum, men eins og fyrr í hálvleikinum, kostaði misnýttir møguleikar dýrt. Eisini var tað ein útvísing til Hákun West av Teigum í 26. minutti, ið tykist ógvuliga hart dømd.

[object Object](Mynd: Harald Bjørgvin)

Hægst styrkismetta liðið í bólkinum megnaði at vinna við einum máli á Føroyum, ið aftur vísti stórt áræði og góðan stríðsvilja, umframt flott hondbóltsspæl. Møguleikin hjá Føroyum at koma víðari úr EM-bólkaspælinum liggur tó heilt hjá Føroyum: Ein sigur á Ungarn sunnudagin er allarhelst nóg mikið, og tá verður Elias Ellefsen á Skipagøtu vónandi við.

Føroyar - Slovenia 27-28 (15-18)
U20 EM, 2. umfar í EM-endaspælinum - Porto, Portugal

Føroysku málskjúttarnir: 
Hákun West av Teigum 6 (1)
Óli Mittún 5
Pauli Mittún 5
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Baldur Gillason 3
Sveinur Olafsson 2
Janus Dan Djurhuus 1
Viktor Nørlyng Gaini 1

Bjargingar: 
Pauli Jacobsen: 18/46 = 39 prosent

[object Object]
(Mynd: Harald Bjørgvin)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2022

45 Leygardagur 09. juli 2022

U16-kvinnurnar endaðu við sigri

Tær vunnu greitt 31-17 á Estlandi fríggjamorgunin. Føroyar gjørdust nummar 14 av 17 liðum

(Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroysku U16-kvinnurnar endaðu European Open við einum greiðum 31-17 sigri á Estlandi, eftir hálvleiksstøðuna 11-10 til okkara.

Føroyar byrjaðu minni væl, og vóru fyri tað mesta aftanfyri í fyrra hálvleiki. Tað var ikki fyrr enn stutt undan steðginum, at tingini byrjaðu at rigga og komu okkara fram um 11-10.

Føroyar prógvaðu í seinna hálvleiki, at vit eru betri enn Estland. Okkara runnu estisku kvinnurnar niður og vunnu dystin greitt 31-17. Tað var serlig Joan Johannesen á høgra vongi, sum var eyðsýnd við heili átta málum.

European Open er nú av, og gjørdist Føroyar nr. 14 av 17 liðum. Hetta er á leið, tað sum var væntað áðrenn kappingini og eitt nøktandi úrslit. Føroyar hava spælt eina læruríka kapping við fleiri heilt góðar dystir.

Málskjúttar móti Estlandi:
Joan Johannesen 8
Silja Geirsdóttir Eystberg 5
Agatha Djurhuus 4
Katrin Hansen 3
Helena Magnusardóttir 3
Ró Reginsdóttir 3
Rakul Borgarlíð Joensen 2
Bára Reginsdóttir 1
Maria Beder 1
Fjóla Skaalum Vilhelm 1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2022

46 Leygardagur 09. juli 2022

Sannførandi sigur á Finnlandi

Eftir tveir ósigrar og ein javnleik, fingu føroysku U16-kvinnurnar mikudagin fyrsta sigurin móti Finnlandi – úrslitið gjørdist 22-18

(Mynd: hsf.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroysku U16-kvinnurnar vunnu ein greiðan 22-18 sigur á Finnlandi í European Open mikudagin, eftir hálvleiksstøðuna 16-10.

Føroyska liðið byrjaði dystin væl, og legði seg fram um 4-1, áðrenn Finnland svaraði aftur til 4-4. Tað var serliga um miðjan fyrra hálvleik, at tær gjørdu eitt hál og løgdu seg fram um við fleiri og fóru til hálvleiks við 16-10.

Seinni hálvleikur var meira javnur, og var spælið til tíðir ósamanhangandi og nervøst. Finnland minkaði nakað um munin, men megnaðu føroysku kvinnurnar at halda fast, og vunnu tær at enda við fýra málum.

Føroysku kvinnurnar taptu móti Svøríki og Montenegro mánadagin. Týsdagin spældu tær so javnt móti Niðurlondum, og fingu tær sostatt mikudagin teirra fyrsta sigur í hús móti Finnlandi.

Silja Geirsdóttir Eystberg var toppskjútti móti Finnlandi við seks málum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2022

47 Leygardagur 09. juli 2022

H71 til Europa Cup aftur í ár

Hondbóltsfelagið hevur gjørt av, at kvinnurnar og menninir aftur í ár skulu royna seg í EHF Europa Cup-kappingini – lutakastið undan fyrsta umfarinum verður 19. juli

20. februar spældu H71-kvinnurnar fjórðingsfinalu móti Galychanka úr ukrainska býnum Lviv. Hetta gjørdist einasta fjórðingsfinala, sum varð spæld millum hesi bæði liðini, og tá taptu hoyvíkskvinnurnar við einum máli – 27-26 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

H71 hevur gjørt av, at kvinnurnar og menninir aftur í ár skulu royna seg í EHF Europa Cup-kappingini.

– Serliga kvinnurnar sýndu seg fram frá síni bestu síðu undanfarna kappingarár, tá ið tær spældu heilar sjey dystir í síni kapping, har tað rakk heilt í fjórðingsfinaluna.
Og var tað ikki fyri krígshóttanini í Ukraina og einum stívrendum EHF, er ikki lætt at vita, hvussu langt tær kundu komið, skrivar H71 á heimasíðuni.

– Eisini menninir gjørdu sítt besta, men rendu seg beinanvegin í grótharða mótstøðu frá norska Drammen, og hóast heimadysturin royndist væl, gjørdist einki á útivølli.
Men alt samalt gevur royndir, og tær skulu sjálvandi brúkast.

Týsdagin 12. juli fæst at vita, hvørji lið hava meldað seg til kappingina, og lutakastið undan fyrsta umfarinum verður eina viku seinni – týsdagin 19. juli. Sambært H71 hevur mann ikki hoyrt um, at nakað annað føroyskt felag hevur meldað seg til.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2022

48 Leygardagur 09. juli 2022

KÍ megnaði ikki at leggja trýst á Bodø/Glimt

Glimt vann Champions League dystin móti KÍ 3-0 - Victor Boniface úr Nigeria skjeyt øll trý málini

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað gjørdist til eitt 3-0 tap hjá klaksvíkingum fyri Glimt í Bodø mikukvøldið.

Spurningurin er nú, um tað er grundarlag fyri spenningi, tá liðini hittast týskvøldið aftur við Djúpumýrar í Klaksvík, ella um norska leiðslan er ov stór.

Bodø vísti seg at vera ov dygg mótstøða. Norðmenninir í gulum troyggjum megnaðu frá fyrsta minutti at seta seg á dystin, soleiðis at tað alla tíðina vóru teir bláu úr Klaksvík, sum runnu aftaná.

Júst øvugt, sum tað plagar at vera, tá klaksvíkingar spæla í heimligu fótbóltskappingini.

Tað var 21 ára gamli nigerianski áleyparin hjá Glimt, Victor Boniface, sum stjól yvirskriftirnar hetta kvøldið. Hann skjeyt øll trý málini á Aspmyra Stadion, har 4.300 áskoðarar høvdu leitað sær til fótbóltsspæl hetta vakra norðurnorska summarkvøldið.

Boniface fekk tvey góð mál í fyrra hálvleiki, bæði nokk so tilvildarlig.

Victor Boniface fullførdi sítt hat-trick 12 minuttir inn í annan hálvleik, tá svenski dómarin dømdi brotsspark til Glimt, tí bólturin var komin í hondina á einum KÍ-ara í málteiginum.

Boniface setti bóltin trygt í netið við hørðum skotið upp undir tvørliggjaran.

Sami Boniface kundi fingið tað fjórða málið stutt eftir, men Rosenørn í KÍ-málinum stórbjargaði langskotinum.

KÍ hevði kanska nakað meira spæl í øðrum hálvleiki, og teir fingu nøkur hornaspark. Men kontraroyndirnar hjá KÍ gjørdust ongantíð vandamiklar framman fyri Glimt-málinum.

Nú bíðar ein stór avbjóðing fyri framman á Djúpumýru komandi týskvøld. KÍ liðið hevur einans tann dystin at miðsavna seg um.

Glimt liðið, sum hevur úr at gera við at spæla bæði heimligar og altjóða dystir í løtuni, skal fyrst spæla ein dyst móti Sarpsborg. Hann verður longu í dag, leygardag.

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2022

49 Leygardagur 09. juli 2022

Tepur Víkingasigur á Tórsvølli

Frísparksperla frá Olafi Bárðarsyni tryggjaði føroyska sigurin

(Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast fleiri málmøguleikar, so gjørdist tað bert til ein 1-0 sigur til Víking, tá teir mikukvøldið spældu sín fyrsta dyst í Conference League.

Mótstøðuliðið var FC Europa úr Gibraltar.

Tað var Olaf Bárðarson, sum fillaði eitt fríspark beint uttan fyri brotsteigin upp um verjugarðin og í nærmasta málborn – eitt sera vakurt mál. Málið kom seks minuttir inn í seinna hálvleik.

Víkingur átti at fingið meira burturúr, men hetta var – sambært viðmerkjarunum hjá Televarpinum – ikki ein av bestu døgunum hjá Víkingi. Vónin er nú, at Víkingur finnur sítt vanliga góða spæl aftur, tá teir komandi hósdag aftur skulu møta FC Europa, tá á Victoria leikvøllinum í Gibraltar, har allir dystirnir í landskappingini og allir altjóða dystir í Gibraltar verða spældir.

Bjarni Enghamar tók myndirnar:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2022

50 Leygardagur 09. juli 2022

HB ov lítið burturúr í 1-0 sigri

Eitt væl spælandi HB-lið fekk ikki nóg nógv burturúr ímóti Newtown úr Wales. Bartal Wardum skoraði einsamalla málið

Bartal Wardum skoraði einsamalla málið í dystinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var eitt tendrað HB lið, sum hóskvøldið tók ímóti Newtown úr Wales á ovara vølli í Gundadali.

HB hevði at kalla alt spælið í fyrra hálvleiki, men framman fyri málinum vóru teir reyðu og svørtu als ikki nóg neyvir, og støðan var 0-0 í hálvleikinum.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Í seinna hálvleiki hevði heimaliðið mótvind, og hetta ávirkaði spælið nakað. Men í 66. minutti bragdaði. Daniel Johansen við hornasparki og í sekstanmetrinum stóð Bartal Wardum klárur við høvdinum.

1-0 til heimaliðið, sum nú skuldi út at jagstra málið til 2-0 og helst økja til meira enn tað. Málið kom ongantíð, og útiliðið fekk móti endanum fleiri møguleikar og vóru til tíðir vandamiklir.

HB kann fegnast um ein sigur, men 1-0 er ikki betri enn næstbest, nú uppgerðin skal avgerast í Wales um eina viku.

HB - Newtown AFC 1-0 (0-0)
66' Bartal Wardum 1-0

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2022

51 Leygardagur 09. juli 2022

B36 tapti fyrra dystin 2-0

Teir hvítu skulu reisa seg tá teir um eina viku taka ímóti Borac úr Bosnia Herzegovina

(Mynd: B36)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað bleiv til eitt 2-0 tap hjá B36 hóskvøldið. Teir vóru á vitjan í Bosnia Herzegovina á Dr. Milan Jelic leikvøllinum í Modrica.

Benjamin Tatar legði FK Borac Banja Luka á odda tá 38 minuttir vóru leiktir, og seks minuttir fyri leiklok økti Nedeljko Piscevic um støðuna til 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið.

Liðini hittast aftur um eina viku, og tá verður tað á graslíki á Ovara vølli í Gundadali.

FK Borac Banja Luka - B36 2-0 (1-0)
38’ Benjamin Tatar 1-0
84’ Nedeljko Piscevic 2-0

Myndir: B36

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2022

52 Leygardagur 09. juli 2022

07 Vestur vann málveitslu í evstu løtu

Í seinastu sekundunum av tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, skoraði Mads Borchers til 5-4 og tryggjaði vágamonnum trý týdningarmikil stig

(Skíggjamynd: Televarpið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

EB/Streymur kundi við sigri seinasta leygardag fara í summarfrí á einum evropaplássi. 07 Vestur hevur hinvegin brúk fyri øllum stigum fyri at vinna seg úr niðurflytingarstríðnum, sum er kyknað aftur seinastu umførini.

Aftan á trettan minuttir hevði 07 Vestur havt tríggjar møguleikar, og skorað uppá teir allar. 3-0 til vágamenn. Lítla løtu seinni minkaði Dánjal Godtfred um munin til 3-1, men beint fyri hálvleik var aftur galið í hinum endanum. Við skoti langt úti frá, snýtti Ronni Møller Iversen málverjan, og økti til 4-1.

Tað tóktiskt vónleyst hjá sundalagsmonnum at koma aftur í dystinum, spakuliga ótu teir seg inn á stóru leiðsluna hjá 07 Vestur. Tá Jay Andersen skoraði í 75. minutti var støðan 4-4.

Eitt stig í part hevði verið brúkiligt hjá báðum pørtum hóast tað hevði verið heldur súrt hjá 07 Vestur eftir at hava verið á odda 4-1.

Mads Borchers vildi tað øðrvísi, og í seinastu sekundunum sum dómarin hevði lagt afturat, setti hann bóltin í netið og tryggjaði sigursfagnaði á Dungasandi.

Vágamenn eru harvið javnir við NSÍ við 15 stigum á sjeynda plássi.

Ein annar dystur varð leiktur í dag. HB var á vitjan hjá B68, og tók øll trý stigini við sær heim aftur.

Nú er summarfrí, og KÍ, HB, Víkingur og B36 skulu royna seg í Evropa.

Úrslit 15. umfar

B68 - HB 0-1 (0-0)
54' Heðin Hansen 0-1

07 Vestur - EB/Streymur 5-4 (4-1)
3’ Jasper Van Der Heyden 1-0
8’ Mads Borchers 2-0
13’ Teitur Olsen 3-0
18’ Dánjal Godtfred 3-1
45’ Ronni Møller Iversen 4-1
47’ Gutti Dahl Olsen 4-2
68’ Andras Olsen 4-3
75’ Jay Getachew Andersen 4-4
95’ Mads Borchers 5-4

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 43 stig
2. Vikingur 37 stig
3. HB 28 stig
4. B36 22 stig
5. EB/Streymur 20 stig
6. AB 16 stig
7. 07 Vestur 15 stig
8. NSÍ 15 stig
9. B68 11 stig
10. Skála 8 stig


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2022

53 Leygardagur 09. juli 2022

Liðskiparin longt sáttmálan

Høgni Egilstoft Nielsen, miðvallari og liðskipari hjá 07 Vestur, hevur longt sáttmálan við felagið

(Mynd: jn.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Høgni Egilstoft Nielsen, miðvallari og liðskipari hjá 07 Vestur, hevur longt sáttmálan við vágafelagið, verður boðað frá í tíðindaskrivi.

– 25-ára gamli sandavágsmaðurin, miðvallarin og nú aftur eisini liðskiparin, er ein av týðningarmestu leikarunum í ár, sum hann eisini hevur verið í fleiri ár. Við longda sáttmálanum verður hann knýttur at felagnum eisini framyvir.

– Eftir at hava verið skaddur í so gott sum alt 2020, spældi hann stóran leiklut í fjør, men tó mest á høgra bakki. Har byrjaði hann eisini í ár, og hevur eisini spælt onkran dyst í miðverjuni, men bleiv so fluttur inn á miðjuna, har hann síðan hevur leikt.

– Áðrenn umfatandi knæskaðan í 2020 var Høgni liðskipari, og eftir nøkur umfør í ár, fekk hann aftur álitið, sum klæðir honum so avbera væl, skrivar 07 Vestur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2022

54 Leygardagur 09. juli 2022

Føroysku badmintonleikararnir smæddust ikki burtur

Í finalunum í badminton á Føroyaleikunum sunnudagin gjørdist tað óvæntað spennandi, tá Sanna og Mia Thorkildshøj leiktu ímóti donskum ungdómslandsliðsleikarum. Altjóða dygd eyðkendi fyrstu útgávuna av Faroe Games Junior International

Bjarti Vang og Aaron Bai (Mynd: Badmintonsamband Føroya)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Afturmeldingarnar frá útlendsku leikarunum í altjóða góðkendu badmintonkappingini hjá BSF á Føroyaleikunum vóru sera jaligar. Og føroysku leikararnir fingu seg av álvara roynd bæði við strongum krøvum til avviklingina av sjálvari kappingini, men eisini við sterku útlendsku mótstøðuni, ið tey sluppu at royna seg ímóti.

Hóast dugnaligu útlendsku leikararnir úr India, USA, Írlandi, Danmark og aðrastaðni góvu føroysku leikarunum skarpan gang, smæddust teir føroysku ikki burtur og tóku nógv stig.

Sunnudag fyrrapart blivu tær 15 hálvfinalurnar leiktar, meðan tær fimm finalurnar í einmansleiki og tvímansleiki hjá kvinnum og monnum umframt blandaðum tvímansleiki blivu avgreiddar seinnapartin.

Franski yvirdómarin frá Badminton World Federation legði dent á, at øll altjóða formkrøv blivu fylgd. Leikarar og dómarar innmarsjeraðu soleiðis til hvønn dyst, har úrslitini blivu víst á stórskermum, sum føroysku dómararnir dagførdu umvegis ein teldil. Fyri fyrstu ferð í Føroyum blivu servumátiútgerð eisini brúkt í dømingini, har lutfalsliga nýggju altjóða reglurnar fyriskriva, at bólturin ikki má vera omanfyri 115 sentimetrar, tá hann verður servaður.

Føroyskir badmintonleikarar luttaka javnan í donskum kappingum, men á Føroyaleikunum hesa ferð fingu føroysku leikararnir eyguni upp fyri, at badminton eisini er ein stór ítrótt í Stórabretlandi. Luttakarar vóru úr bæði Írlandi, Skotlandi og Onglandi, og knýttu føroysku leikararnir eisini sosial bond tann vegin hetta vikuskiftið.

Tá framúr væl leikandi Anwesha Gowda úr India møtti Abbie Brooks úr Skotlandi í finaluni, heppaðu ungu føroysku leikararnir serliga á skotska leikaran, sum eisini megnaði at vinna annað sett. Gowda vann tó rímiliga trygt triðja sett við 21-14 og harvið gullheiðursmerkið. Í hálvfinalunum vóru Birna Jacobsen og Bjarnhild Justinussen úr Føroyum blivnar sigraðar, og vunnu tær sostatt bronsuheiðursmerkini hjá kvinnum í einmansleiki.

[object Object]

Hjá dreingjunum sigraði írski Matthew Cheung á amerikanska Aaron Bai í finaluni í einmansleiki við at vinna rímiliga trygt 21-13 og 21-15. Ungu leikararnir fluttu seg skjótt á bananum og fingu áskoðararnir nakrar undirhaldandi duellir.

Bronsuheiðursmerkini vunnu Christian Berg Petersen úr Føroyum og skotski Anthony McGuire.

[object Object]

Í blandaðum tvímansleiki vunnu donsku ungdómslandsliðsleikararnir Emma Irring Braüner og Hjalte Johansen finaluna trygt ímóti Rosalina Langhoff úr Danmark og Harry Wakfield úr Onglandi. Bronsurnar fingu Bjarnhild Justinussen (FO) og Stuart McCollam (Írland) umframt skotska parið Abbie Brooks og Angus Meldrum.

Finalan hjá dreingjunum í tvímansleiki bleiv serstakliga undirhaldandi við skjótum og flottum badmintonspæli, har eingilsku Robin Harper og Harry Wakefield sigraðu á írsku Matthew Cheung og Stueart McCollam í tveimum settum við 21-17 og 21-13.

[object Object]

Í finaluni í tvímansleiki hjá gentunum gjørdist tað óvæntað spennandi, tá Sanna og Mia Thorkildshøj leiktu ímóti donskum ungdómslandsliðsleikarum. Soleiðis megnaðu tvíburasystrarnar at vinna næsta sett ímóti Emma Irring Braüner og Rosalina Langhoff, sum báðar í næstum skulu á venjingarlegu við danska ungdómslandsliðnum. Donsku genturnar endaðu tó ovast á sigurskamlinum, tá tær vunnu triðja sett, men tað var sannur rómur í Stórhøllini á Hálsi eftir føroyska settsigurin.

Bronsuheiðursmerkini í tvímansleiki vunnu systrarnar Oddbjørg og Bjarnhild Justinussen umframt Ranja Joensen og Birita Thomassen.

[object Object]

Luttakararnir í Føroyaleikunum vóru við til at skriva føroyska badmintonsøgu hetta vikuskiftið, tá hetta var fyrstu ferð, at altjóða góðkend badmintonkapping bleiv fyriskipað í Føroyum, har luttakararnir fingu stig á altjóða ratingstiganum. Hetta gevur teimum betri atgongd til altjóða kappingar aðrastaðni, umframt at leikararnir nú allir eru við á ratinglistanum hjá Badminton World Federation. Væl nøgdu altjóða luttakararnir vónaðu, at Badmintonsamband Føroya aftur skipar fyri altjóða kapping komandi árini.

[object Object]
Føroyskir leikarar í einmansleiki

[object Object]
Føroyskir leikarar í tvímansleiki


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2022

55 Leygardagur 09. juli 2022

Væleydnaður badmintonskúli í Havn

27. til 29. juni skipaði Havnar Badmintonfelag fyri badmintonskúla, og nógv børn og ung høvdu meldað seg til

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í døgunum 27. til 29. juni skipaði Havnar Badmintonfelag fyri badmintonskúla í Badmintonhøllini í Havn. Hetta er annað árið á rað, at felagið hevur skipað hevur verið fyri Badmintonskúla.

Aftur í ár høvdu nógv børn og ung meldað seg til badmintonskúlan – bæði leikarar, sum vanliga venja badminton, og leikarar, sum royndu seg fyri fyrstu ferð, skrivar Havnar Badmintonfelag í tíðindaskrivi.

Í tríggjar dagar møttu børn og ung. Fyrrapartin vóru tað U9 og U11, og seinnapartin U13 og U15. Leikararnir vórðu deildir í bólkar, og høvdu møguleika at vinna stig til bólkin. Síðsta dagin vórðu stigini tald saman, og ein vinnari varð funnin.

[object Object]

– Stuttligt var at síggja, hvussu røsk øll vóru, og øll kýttu seg á vøllinum - bæði inni og úti. Venjararnir vóru á einum máli um, at badmintonskúlin aftur í ár eydnaðist sera væl. Leikararnir hugnaðu sær og møttu hvønn dag spent og forvitin at finna útav, hvat tey skuldu gera, skrivar Havnar Badmintonfelag.

Felagið leggur afturat, at tey gleða seg til at skipa fyri badmintonskúla aftur næsta ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2022

56 Leygardagur 09. juli 2022

NM í amboðsfimleiki: Trý finalupláss men einki heiðursmerki til Føroyar

Farna vikuskiftið var føroyska landsliðið í amboðsfimleika til NM kapping í Íslandi, og bleiv tað til trý finalupláss hjá monnum

(Mynd: Føroya Fimleikasamband)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið var føroyska landsliðið í amboðsfimleiki til NM kapping í Kópavági í Íslandi, og tað rakk tíverri ikki til heiðursmerki til Føroyar hesaferð.

– Okkara íðkarar stóðu seg væl, og tað bleiv til trý finalupláss hjá monnum, skrivar Føroya Fimleikasamband í tíðindaskrivi.

Rani A. Dalsgarð kom víðari í gólv og lop, og Aron D. Jacobsen kom víðari í beinsveiggj.

– Hóast tað ikki rakk til heiðursmerki hesaferð, so sæst týðiligt, at føroyskur fimleikur er mentur nógv hesi seinastu árini, og tað eru vit í fimleikasambandinum sjálvsagt sera fegin um.

– Allir okkara íðkarar hava kýtt seg, og vit eru so sera errin av teimum øllum. Tey koma nú heim við eini ørgrynnu av íblástri til víðari og áhaldandi menning, skrivar Føroya Fimleikasamband.

Í føroyska hópinum vóru 13 fimleikarar – seks menn og sjey kvinnur. Venjari hjá monnunum er Djóni Zakarisson, og hjá kvinnunum er Camelia Michaela Mindriel venjari, og Marjun Jacobsen hjálparvenjari.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2022

57 Leygardagur 09. juli 2022

Havnar Svimjifelag setur pólending í starv sum høvuðsvenjara

Maciek Hampel hevur meir enn tríati ára royndir sum svimjivenjari, og hansara svimjarar hava m.a. vunnið heiðursmerkir á europeiskum junior og senior meistarastevnum og junior heimsmeistarastevnum

Maciek Hampel (Mynd: Havnar Svimjifelag)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Pólendingurin, Maciek Hampel, er nýggjur høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag. Starvið varð lýst leyst í mars og 18 umsøkjarar vóru, tá freistin var farin.

Maciek Hampel, ið er 57 ára gamal, hevur master útbúgving í Sports Training frá University of Physical Education í Warszawa. Hann kemur úr starvi sum høvuðsvenjari í Akademicki Zwiazek Sportowy í Lodz í Pólandi.

Maciek hevur meir enn tríati ára royndir sum svimjivenjari, og hansara svimjarar hava m.a. vunnið heiðursmerkir á europeiskum junior og senior meistarastevnum og junior heimsmeistarastevnum. Maciek hevur síðan 1999, stórt sæð uttan steðg, verið tengdur at pólska svimjilandsliðnum; seinast í fjør sum venjari til olympisku leikirnar í Tokyo.

Í sambandi við at FM á langgeil var í Vági herfyri, var Maciek heima í Føroyum til setanarsamrøðu. Høvi var m.a. eisini at hyggja at svimjing og at hyggja at umstøðunum hjá svimjifelagnum í Gundadali.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2022

58 Leygardagur 09. juli 2022

Bragi og Elisabeth vunnu seinasta gullið

Bragi og Elisabeth Niclasen vunnu týskvøldið seinasta gullið á Føroyaleikunum 2022

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aftan á at kappríðingin við flúgvarabedingina mátti útsetast sunnudagin vegna nógva regnið, var heldur frægari mikudagin, og kappingin varð hildin sum ætlað.

Hetta var kapping sum var liður í Føroyaleikum og samstundis var hetta eisini ein partur av FM í kappríðing.

Kappast var í fimm greinum, tølt og skeið á 100 metrum og trav, tvíspor ung og tvíspor vaksin á 250 metrum.

Seinasta greinin og harvið seinasta greinin til Føroyaleikir, var tvíspor vaksin l flokkur.

Tá kappast var seinast við Leynavatn, vann Bragi við Jónu Ólavsdóttir á baki. Jóna skuldi eisini ríða Braga hesaferð, men av tí at kappingin varð útsett frá sunnudegi til týskvøld, og Jóna skuldi til Íslands mánadagin, var neyðugt at finna nýtt reiðfólk til Braga. Valið fall á Elisabeth Niclasen, ið hevur riðið nógv kapp.

Tað valið vísti seg at vera gott, Bragi og Elisabeth vunnu trygt sín riðil og høvdu eisini bestu tíðina hjá teimum vasknu hendan dagin.

Nummar tvey gjørdist Svanna við Barbaru Carlsen og báki, og nummar trý gjørdist Máttur og Oskar í Haraldsstovu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2022

59 Leygardagur 09. juli 2022

Kurt Madsen farin um sýn

Vit minnast Kurt Madsen við takksemi og virðing fyri slóðbrótandi virksemi hansara, Fróðskaparsetrinum og føroyska samfelagnum at frama

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Erla Olsen og Hans Pauli Joensen

Sum 26 ára gamal var Kurt liðugt útbúgvin sum sivilverkfrøðingur í fastevnis-alisfrøði. Tá hevði hann fingið føroyska konu, og tey fluttu til Føroya, beint sum Kurt hevði fingið útbúgvingina.

Lestrarárið 1972/73 var hann ársvikarur á Føroya Læraraskúla, og frá august 1973 varð hann settur í fast starv har.

Á Læraraskúlanum, og seinni Námsvísindadeildini, hevur hann dugnað komandi lærarum í støddfrøði, alis- og evnafrøði og teldufrøði, eins og hann hevur staðið fyri skeiðsvirksemi í EDV sum eftirútbúgving av lærarum. Eisini hevur hann átikið sær fyrisitingarligar uppgávur, serliga í sambandi við læraraútbúgvingina.

Kurt var tó ikki bert á Læraraskúlanum. Tað var skjótt, at hann eisini varð umbiðin á Náttúruvísindadeildini á Setrinum, har tey høvdu tørv á undirvísara í elektronikki, alisfrøði og seinni eisini í KT. Hann hevði arbeitt við EDV, síðani økið tók seg upp, og, sum hann skrivaði sjálvur, “Eg havi arbeitt við EDV síðani 1965 og eri sjálvvlærdur. Havi tó luttikið á ymsum skeiðum og ráðstevnum á hesum økinum (serliga við atliti at EDV innan skúlagátt).”

Í 1965 høvdu fólk ikki teldur heima, og á Danmarks Tekniske Højskole varð í 1965 settur á stovn Regnecentralen, sum skuldi taka ímóti tí fyrstu IBM 7090-telduni í Norðureuropa. So Kurt og IBM 7090 byrjaðu samstundis á Danmarks Tekniske Højskole í eini tíð, tá eingin skipað undirvísing var á hesum økinum.

Kurt varðveitti áhugan fyri teldum og søguni hjá telduni, og hann hevði m.a. framsýningar á Læraraskúlanum við gomlum teldum, sum hava verið nýttar í Føroyum.

Sigast má, at Kurt hevur havt nógvar áhugaverdar og sermerktar uppgávur við KT. Eitt nú hevur hann brúkt sínar KT-førleikar í forritan til orðabókaarbeiði og annað, serliga í samstarvi við Jeffrey Henriksen. Her kunnu nevnast orðabókin í esperanto-føroyskum, orðalistar og kvæðayvirlit.

Eitt skifti (1989-1991) arbeiddi Kurt burturav á Fróðskaparsetrinum, har hann var telduvørður umframt formaður fyri Teldudeildina, ið tá var. Eisini var hann eitt skifti vararektari á Fróðskaparsetrinum.

Á teldudeildini arbeiddi hann serliga við UNIX-skipanini, og tá Kurt í 1991 fór aftur í starvið á Læraraskúlanum, bjóðaði hann seg til at halda fram í einum 20% telduvarðastarvi á Fróðskaparsetrinum. Hetta gjørdi hann fyri m.a. at tryggja, at servitanin innan UNIX-skipanina ikki skuldi fara fyri skeyti.

Námsfrøðiliga hevur Kurt havt sera stóra ávirkan á fleiri ættarlið av lærarum. Hansara námsfrøðiliga hugsan var holistisk, hann setti fakini í ein tvørfakligan samanhang, og hann vildi, at børn skuldu royna náttúruvísindi í verki. Í seinnu helvt av 90’unum skipaði Kurt á eini ólavsøku fyri einum tiltaki fyri børnum, har tey í tryggum umhvørvi kundu sleppa at royna seg við náttúruvísindaligum royndum. Hetta var slíkt, sum kveikti forvitni og fekk børnini at undrast á, hvat mundi liggja aftan fyri tað, sum tey upplivdu.

Henda leistin menti Kurt víðari, tá hann fór í holt við at virka fyri First LEGO League í 2005 í Føroyum. Hetta er átak, sum framvegis er virkið, og sum hópur av føroyskum børnum, skúlum og lærarum hava havt gleði av – og lært eina rúgvu samstundis.

Í 1978 var Kurt við til at stovna “Felag fyri lærarar í stødd-, alis- og evnafrøði”, hvørs endamál var at menna lærugreinirnar og tann einstaka læraran. Felagið var fyri tey, ið undirvístu ella vóru undir útbúgving í nevndu lærugreinum á øllum undirvísingarstigum í landinum, frá barnagarðsstigi til universitetsstig. Felagið gav út limablað við heitinum “Sigma”, ið fyrstu ferð kom út í 1979 við Kurt sum ábyrgdarblaðstjóra. Blaðið kom út seinastu ferð í 1984.

Kurt Madsen fór frá vegna aldur í 2013 og var sostatt í starvi í 41 ár á Læraraskúlanum og Fróðskaparsetrinum.

Vit á Fróðskaparsetrinum, og tá serliga starvsfelagarnir á Námsvísindadeildini og Náttúruvísindadeildini, minnast Kurt við takksemi og virðing fyri slóðbrótandi virksemi hansara, Setrinum og føroyska samfelagnum at frama.

Erla Olsen og Hans Pauli Joensen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2022

60 Leygardagur 09. juli 2022

Minningarorð um Álv Zachariassen

Tað var við stórari sorg at tað frættist, at Álvur, hóast høgan aldur ikki var millum okkum longur. Hann var í nógv ár løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Sámal Petur í Grund

Álvur Zachariassen
f. 05.06-1931 – d. 28.06-2022

Tað var við stórari sorg at tað frættist, at Álvur, hóast høgan aldur ikki var millum okkum longur.

Hendan dagin kom tann stóra kvirran, tá sálin fór yvir um fjallatromina og inn í ævinleikan.

Hetta hendi hóast várið og summarið gevur okkum vónina, um eina bjarta tíð, sólin lívgar foldina, fuglurin kemur aftur, og framtíðar vónin birtist aftur í sál okkara. Hvussu skarst? Hvat náddu vit, og hvat lótu vit liggja?

Um hetta sama mundi legði Álvur Zachariassen árarnar inn, og tíð hansara var komin.

Børnini syrgja ein góðan pápa, abbabørnini ein góðan abba, familja og vinir hava mist ein góðan vin.

Tann stóri skarin av fólki sum fylgdi honum á hansara seinastu ferð, er ein vitnisburður um sorgina, sum nívir okkum øll.

Onkursvegna varða vit av, sum familja, vinir og ikki minst sum borgarar í hesum landi.

Nærumhvørvi har hann búleikaðist alt sítt lív hevur nógv at takka honum fyri.

Hann var sonur Mariu, f. Henriksen og Símun Petur Zachariasen, sum í nógv ár var løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Álvur var giftur við Korintu, f. Heinesen úr Klaksvík. Hon andaðist í 2009. Tey fingu fýra raskar synir.

Lívsleiðin hjá Álvi byrjaði á sjónum, og í 1957 fekk hann sær útbúgving sum skipsførari. Hann starvaðist sum yvirmaður í reiðarínum Lauritzen árini 1955 til 1964, og yvirmaður hjá Skipafelagnum Føroyar frá 1964 til 1971, og síðani lærari á Klaksvíkar Sjómansskúla frá 1972 til 1998.

Álvur hevði stóran áhuga fyri politiskum viðurskiftum. Hann stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin í Klaksvíkar Býráð í 1980 og var valdur, og sat sum býráðslimir til 1996. Hansara stóri áhugi var at menna Klaksvík á øllum økjum, og eitt av hjartamálum hansara vóru havnaviðurskiftini, og leikluturin hjá honum í nærumhvørvinum eigur ongantíð at verða gloymdur. Hann eigur at fáa rúmd og pláss tá lokala søgan verður skrivað.

Á landspolitiska økinum gjørdi hann eisini vart við seg. Hann umboðaði Sjálvstýrisflokkin á Føroya Løgtingi frá 1994 til 1998. Hann var m.a. limir í fíggjarnevndini, vinnunevndini og landbúnaðarnevndini.

Hin upprisni var ikki bara við Álvi gjøgnum ungdóms- og manndómsár hansara, men eisini tá tað tók at kvølda, og lívsdagur hansara aftnaði.

Sorgin og saknurin er stórur hjá tykkum Árna, Marner, Símun Petur og Kristian Eli, abbabørnum og vinum.

Í takklæti lýsa vit frið yvir minni um Álv Zachariassen. Hvíl í friði.

Sámal Petur í Grund,
Formaður í Sjálvstýrisflokkinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2022