Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 16. juli 2022 | Nr. 29 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Marius er ein stjørna

SíÐa 20

1 Leygardagur 16. juli 2022

Góðan lesihug og gott vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Ógrundað hámark

Í vikuni fekk landsstýrismaðurin við hvalamálum sent út eitt signal til umheimin – serliga til teir felagsskapir og marknaðir, ið hava havt fortreð av springaradrápinum í Skálafirði í fjør, tá gott 1400 skjórutir springarar løgdu beinini.

Øsing varð skapt kring stóran part av heiminum – væl stuðlað av vanligu umhvørvisfelagsskapunum – men eisini her heima, tí tað vóru nógv, ið hildu, at tað ikki var neyðugt at taka lívið av so stórum tali av havsúgdjórum upp á ein gang.

Millum teirra, ið talaðu at var eisini felagsskapurin hjá alivinnuni, sum gramdi seg um, at aðurnevnda dráp var til skaða fyri søluarbeiðið hjá vinnuni, sum tí mælti myndugleikunum til at banna springaradrápum í framtíðini.

Útspælið hjá landsstýrismanninum, sum kom í vikuni er, at tað nú verður sett eitt hámark fyri, hvussu nógvar skjórutir springarar, vit skulu sleppa at drepa hesi komandi tvey árini.

Fimmhundrað er talið.

Onki við at koma við grundgevingum hví hetta talið er valt. Onki við at fortelja um, hví hámark yvirhøvur skal setast á springaraveiði, annað enn at staðfesta, at føroyska springaraveiðan er burðardygg og í tráð við heimsmál Sameindu Tjóða, at vit síðan aldarskiftið hava veitt áleið 260 springarar um árið í miðal og at meting landstýrisins er, at vit kundu veitt 825 springarar um árið uttan at tað gekk út yvir stovnin.

Hvaðani talið 500 kemur, verður ikki upplýst, men tað er so avgerð landsstýrismansins.

Var tað so, at hann vildi gingið alivinnuni og umhvørvisfelagsskapunum á møti, so hevði hann sett talið á null. Eitt er í hvussu so er vist - at loyva 500 drápum gongur á ongan hátt hesum áhugamálum á møti - tað støðgar ikki áganginum móti Føroyum frá djóra- og umhvørvisfelagsskapum.

Hann kundi eisini valt onki at gjørt. Helst vóru vit flest, sum høvdu roknað við, at hesin møguleikin varð valdur, og tí kom fráboðanin eisini heldur óvæntað. Tí talan er um eitt fyribils bann, ið skal virka komandi tvey árini til avgerðin verður latin øðrum at taka, nevniliga NAMCO, tá hesin felagsskapur er til reiðar at koma við eini fakligt grundaðari áseting av hægst loyvdu veiðu.

Brýggjaði landsstýrismaðurin seg um hvat stovnurin tolir, so hevði hann valt 825, sum er tað, ið stovnurin sigst tola. Tað er jú mátin, ið annars hevur verið brúktur, tá fiskimálaráðið ásetir veiðikvotur.

Men tað var jú umfangið á tí eina drápinum sum fekk tey flestu herbúgvandi at reagera ímóti drápinum í Skálafirði í fjør. Í uppskotinum til kunngerð verður onki sagt um, hvussu nógv dýr kunnu drepast í senn. Tað vil siga, at tað er í lagið at drepa allar teir loyvdu 500 springararnar í einum drápi.

Tað er framvegis als ikki í lagið. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3037

    Lisnar síður: 11632

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 16. juli 2022

Stórur áhugi at vitja Kalsoynna

Í tíðarskeiðnum apríl til juni 2022 ferðaðust 22.928 ferðafólk til Kalsoynna – tað er nærum 14 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í 2019

Kallurin (Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hugurin at vitja Kalsoynna hevur ongantíð verið so stórur sum nú. Tað sæst aftur á ferðafólkatalinum fyri Kalsoyarleiðina hjá Strandferðsluni.

Í apríl, mai og juni í ár ferðaðust tilsamans 22.928 fólk til Kalsoynna. Tað er nærum 14 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í 2019, sum fyrr var metár.

Kallurin norðast á Kalsoynni hevur í mong ár drigið ferðafólk at sær, og tá Kópakonan á helluni í Mikladali kom í 2014 øktist ferðafólkatalið líðandi meira enn eina helvt. Nú minnissteinurin um James Bond er komin, fer tað uttan iva at økja talið á ferðafólki enn meira, skrivar VisitKalsoy.

Tá hugt verður at ferðafólkatalinum á øðrum leiðum sæst, at hóast ferðafólkatalið á Kalsoynni hevur verið methøgt, er talið á ferðandi á Fugloyarleiðini og Mykinesleiðini enn ikki komið upp á sama støði sum áðrenn korona.[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2022

3 Leygardagur 16. juli 2022

Í mesta lagið 500 springarar um árið

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur sent uppskot um broyting í grindakunngerðini til hoyringar – nýggja hámarkið er eitt fyrbils átak, sum sambært uppskotinum verður galdandi í 2022 og 2023; Føroyar hava heitt á NAMMCO um at gera eitt tilmæli um burðardygga springaraveiðu, og verður hámarkið tillagað, tá metingin hjá NAMMCO er tøk

(Savnsmynd: Jn.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Landsstýrið ætlar, at í mesta lagið 500 springarar kunnu haldast til um árið. Tað sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi.

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur í vikuni sent uppskot um broyting í grindakunngerðini til hoyringar.

Nýggja hámarkið er eitt fyribils átak, sum sambært uppskotinum, verður galdandi í 2022 og 2023. Føroyar hava heitt á vísindanevndina hjá NAMMCO (North Atlantic Marine Mammal Commissionum) um eitt tilmæli um burðardygga springaraveiðu, ið væntandi verður tøkt í 2023 ella 2024. Tá ið metingin hjá NAMMCO er tøk, verður hámarkið eftir ætlan tillagað.

Nýggja hámarkið kemur í kjalarvørrinum á eftirmetingini hjá landsstýrinum eftir springaradrápið í Skálafirði í fjør, tá ið 1423 springarar vórðu hildnir til. Samstundis staðfestir landsstýrið tó, at føroyingar eiga rættin at gagnnýta tilfeingið í havinum burðardygt, eisini hval og springara.

– Føroyingar hava altíð livað av tí, sum havið gevur, og tilverugrundarlagið hjá Føroyum er grundað á eina burðardygga gagnnýtslu av havinum. Burðardygg hvalaveiðu er fult í trá við Heimsmál Sameindu Tjóða nr. 14: At varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

– Hvalaveiða í Føroyum er eitt gott íkast til húsarhald í Føroyum. Hetta er matur, sum hevur eina lutfalsliga lága kolevnisslóð, og møguleikin at veiða hval hevur týdning í mun til matvørutrygdina hjá føroyska samfelagnum.

– Hvalaveiða í Føroyum er burðardygg, somuleiðis veiðan eftir springara. Nýggjastu stovnsmetingarnar av springarastovninum í høvunum kring Føroyar sigur, at stovnurin er áleið 80.000 springarar. Grundað á stovnmetingar av springarastovninum kring Føroyar metir landsstýrið, at føroyingar kunnu veiða umleið 825 springarar um árið. Føroyingar hava síðani aldarskiftið veitt áleið 260 springarar í miðal um árið, skrivar Fiskimálaráðið.

Sambært Fiskimálaráðnum við landsstýrið tryggja og vísa í verki, at føroysk hvalaveiða er burðardygg, og vil landsstýrið eisini betra um fyritreytirnar fyri, at springaradráp kunnu ganga fyri seg skjótt og munadygt.

– Veiðunevndin í NAMMCO hevur mælt Føroyum til at menna ein serstakan reiðskap til springaradráp, eins og mønustingaran, sum var mentur til grindahval, og sum hevur stytt um drápstíðina í grindadrápi. Hetta tí at royndir vísa, at mønustingarin til grindahval hóskar illa til springara, eitt nú tí springari er minni enn grindahvalur.

– Landsstýrið fer tí at taka stig at skunda undir menna drápsháttin til springara. Ein einstakur serframleiddur mønustingara til springara er gjørdur, og ætlanin er at royna hendan mønustingaran. Eisini er ætlanin at kanna um ein serstakur springaraknívur eigur at verða gjørdur, ið kann betra um drápsháttin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2022

4 Leygardagur 16. juli 2022

Heilsufrøðiliga starvsstovan: Framvegis fuglakrím hjá villfugli í Føroyum

Eftir at hava kannað fleiri fuglar í mai og juni, er sjúkan staðfest hjá skúgvum, svartbakum og súlum, sum vórðu funnar ymsastaðni í landinum

(Mynd: hfs.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í desember 2021 varð fuglakrím fyri fyrstu ferð staðfest í Føroyum.

Tá boðaði Heilsufrøðiliga starvsstovan frá, at tveir skúgvar høvdu fingið staðfest sjúkuna, og varð heitt á fólk um at boða frá, um tey sóu deyðan fugl.

Í januar varð sjúkan síðani staðfest hjá einum fugli afturat. Hesaferð varð talan um ein svartbak, og eftir at hava kannað fleiri fuglar í mai og juni, er sjúkan staðfest hjá fleiri fuglum afturat ymsastaðni í landinum.

Flestu kanningarnar vóru av skúgvi. Harafturat vóru eisini kanningar av súlu, svartbaki, ternu, havhesti, ritu og dúgvu. Av hesum vóru funnin positiv fyri fuglakrím, HPAI H5N1 í níggju skúgvum, tveimum svartbakum og tveimum súlum. Fuglarnir vóru í Skúvoy, Suðuroy, Vágum, Streymoy og Eysturoy.

At fuglakrím varð staðfest í skúgvi og nú eisini í súlu var ikki óvæntað, eftirsum tey seinasta heyst staðfestu fuglakrím hjá skúgvi í Hetlandi, og seinni eisini hjá súlu í Skotlandi. Svartbakur verður lættliga smittaður av fugli, sum hann tekur, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum framvegis mælir til, at fólk so vítt gjørligt byrgja fyri, at heimafuglur kemur í samband við villfugl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2022

5

Størv

Heilsuskúli Føroya søkir eftir tímalærarum

Meira Umsóknarfreist: 02. mai 2024

Sjúkrarøktarfrøðingur til Sjóvarlon - farloyvisstarv

Meira Umsóknarfreist: 28. apríl 2024

Maskinmeistari til teknisku deild á virkinum á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. mai 2024

Maskinmeistari til Sundsverkið

Meira Umsóknarfreist:

Hevur tú royndir við C#, .Net og/ella Angular? - Vit leita eftir forritara!

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2024

Skrivari til Vísindasiðseminevndina

Meira Umsóknarfreist:

Sjúkrarøktarfrøðingur til Giljagarð í Leirvík

Meira Umsóknarfreist:

Í læru sum event-tøkningur

Meira Umsóknarfreist:

KT TRYGDARFÓLK TIL ATLANTIC AIRWAYS

Meira Umsóknarfreist:

Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu

Meira Umsóknarfreist: 12. mai 2024

Landmátari/verkfrøðingur

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Fýra lærlingar – innan maskin, automatikk, logistikk og sølu

Meira Umsóknarfreist:
6 Leygardagur 16. juli 2022

Reyni Service aftur á rættari kós

Fyritøkan sum síðani 1980 hevur umboðað Toyota bilarnar, hevði í fjør eitt avlop upp á 5 milliónir krónur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Reyni Service er aftur á rættari kós, har úrslitið síðstu tvey árini er økt frá 2 milliónum krónur til 5 milliónir krónur.  

Søgan hjá Reyni familjufyritøkuni byrjaði í 1947 í Rættará. Tað var Sigurd av Reyni sum tá átti og rak fyritøkuna. Fram til 1980 umboðaði Reyni fyritøkan enska bilmerkið Morris. Eivind av Reyni tók síðani við eftir pápan sum stjóri. Síðani 1978 hevur Reyni Service haft sítt virksemið við Vegin Langa í Hoyvík og í Klaksvík. Síðan 1980 hevur Reyni Service selt og umboða vælumtóktu Toyota bilarnar, sum síðani 1986 í mong ár hava verið mest seldu bilar í Føroyum. Í dag er tað Sámal av Reyni, sum er triðja ættarlið eftir Sigurd av Reyni, sum er eigari og stjóri í Reyni Service. 

Roknskapurin hjá Reyni - Service P/F fyri roknskaparárið 2021 vísir, at bruttovinningurin øktist úr 31,6 milliónum krónum til 35,2 milliónir, sum er ein vøkstur á 11 prosent.  

Starvsfólkakostnaður var 26,8 milliónir í 2021. Tað starvaðust samanlagt 60 starvsfólk hjá Reyni – Service í 2021 sambært roknskapinum.

[object Object]

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt Ebidta, var 8,3 milliónir krónur, samanborið við 6,3 milliónir í 2020. Talan er tí um ein vøkstur á 2,1 milliónir ella 33 prosent.

Ársúrslitið fyri 2021 var eitt avlop upp á 5 milliónir krónur, sum er 2,2 milliónir ella 83 prosent betur enn í 2020.   

Aðalfundurin samtykti at luta 2,4 milliónir krónur út til eigaran sum vinningsbýti. 

Fíggjarjavnin hjá Reyni - Service er øktur úr 130 milliónum í 2020 til 133,1 milliónir krónur í 2021.  

Støðisognin er 69,7 milliónir krónur, sum er á sama støði sum í 2020. 

Ognir í umferð eru øktar úr 60,6 milliónum í 2020 til 63,4 milliónir krónur í 2021. Serliga kann síggjast at áogn fra atknýttum fyritøkum eru økt úr 13,1 milliónum í 2020 til 16,9 milliónir krónur í 2021. Vøru- og tænastuáogn er somuleiðis økt við 1,7 milliónum til 9,8 milliónir krónur í 2021. 

Eginognin hjá Reyni-Service var í 2021 59,7 milliónir krónur. Trygdarevnið var 45 prosent, sum má metast at vera gott.   

Langfreistaða skuldin hjá Reyni Service var í 2021 18,6 milliónir krónur samanborið við 21,2 milliónir í 2020. Stuttfreistaða skuldin er hinvegin vaksin úr 42,9 milliónum í 2020 til 45,2 milliónir krónur í 2021.  

Um hugt verður eftir lyklatølunum hjá Reyni - Service so sæst, at ognaravkastið, sum er úrslitið áðrenn fíggjarpostar í mun til samlaða fíggjarjavnan, var 3,1 prosent. Ognaravkastið er væl betur enn í 2020, men er lægri enn hjá fleiri øðrum bilasølum.

Eginpeningsavkastið var rímiliga gott í 2021, 11 prosent, sammett við 6 prosent í 2020. 

Gjaldførið hjá Reyni - Service var eisini gott í 2021, við tað at gjaldførislutfallið var 133 prosent.

Samanumtikið er úrslitið hjá Reyni – Service rímiliga gott og er eisini væl betri í 2021 enn í 2020.    

Stjóri í Pf. Reyni-Service er Sámal Av Reyni. Nevndarformaður er Árni Tór Rasmussen.  

Eigari av Pf. Reyni-Service er felagið Pf. RS47, har Sámal av Reyni eigur meir enn 5 prosent.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2022

7 Leygardagur 16. juli 2022

Brúkaraprístalið vaksið 7,3 prosent seinasta árið

Høvuðsorsøkin til broytingina í prístalinum hesaferð er prísvøkstur á brennievni

(Savnsmynd: Magn)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Brúkaraprísirnir halda fram at vaksa. Annan ársfjórðing í 2022 øktust brúkaraprísirnir 7,3 prosent í mun til sama ársfjórðing í fjør. Talan er um størstu árligu broyting í brúkaraprístalinum seinastu 14 árini.

Høvuðsorsøkin til broytingina í prístalinum hesa ferð er prísvøkstur á brennievni til at hita býli og brennievni til akfør, eins og við seinastu uppgerðunum undan hesari. Sum nakað nýtt sæst nú eisini stórur prísvøkstur í øðrum vørubólkum sum 'Hotel og matveitarar', 'Samskifti' og 'Klædnavørur og fótbúnaður'.

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.

Prísirnir fyri mat- og drykkjuvørur, ið er størsti vørubólkurin í vektargrundarlagnum, eru øktir 6,2 prosent.

Í vektargrundarlagnum er vørubólkurin 'býli' næststørstur. Tað er serliga prísvøksturin á stívliga 21 prosentum á býli, ið er orsøk til hækkingina í prístalinum. Prísurin á brenniolju er øktur 29 prosent eftir einum ársfjórðingi og heili 68 prosent seinasta árið. Hetta er tað, sum ávirkar vørubólkin 'býli'.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2022

8 Leygardagur 16. juli 2022

Lækkandi prísir hjá Magn og Effo

Okkurt bendir á, at prísirnir á brennievni er á veg niður aftur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Prísirnir á brennievni eru lækkaðir eitt vet aftur, eftir stóra vøksturin seinastu mánaðirnar.

Prísurin á bensini er lækkaður við 0,25 kr/liturin, og er prísurin á dieseli og gassolju lækkaður 0,19 kr/liturin.

Bæði Effo og Magn hava lækkað prísirnar á brennievni, og fyrrapartin fríggjadagin kostaði ein litur av bensini 14,16 kr. Vøksturin á bensini hevur verið 36 prosent higartil í ár. Prísurin á bensini toppaði tann 16. juni, og tá kostaði ein litur av bensini 15,48 kr. Prísurin er lækkaður við 1,32 kr/liturin síðani tá, skrivar Jn.fo, sum fylgir væl við oljuprísinum.

Prísurin á diesel toppaði 22. juni, tá ein litur kostaði 13,99 kr. Prísurin er lækkaður við 0,88 kr/liturin síðani tá.

Síggj gongdina her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2022

9 Leygardagur 16. juli 2022

Nýggjur formaður í kringvarpsstýrinum

Símun Jóannesarson Hansen er settur sum formaður í kringvarpstýrinum fyri Elina Winther Poulsen, sum er farin frá eftir at verða sett í starv í Kringvarpinum

Símun Jóannesarson Hansen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, hevur sett Símun Jóannesarson Hansen sum formann í Stýrið fyri Kringvarp Føroya, nú Elin Winther Poulsen er farin frá eftir at verða sett í starv sum journalistur í Kringvarpinum.

Nýggi formaðurin er fyribils settur restina av hesum setanarskeiðinum, sum endar við árslok.

Símun Jóannesarson Hansen er 50 ára gamal, býr í Saltangará og starvast sum fulltrúi í Almannamálaráðnum. Hann er útbúgvin løgfrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, umframt innan marknaðarføring og vørumenning á Eksportskúlanum í Herning.

Símun Jóannesarson er ikki ókunnigur við kringvarpsarbeiði, tí hann hevur gjørt tónleikasendingar í Kringvarpinum við jøvnum millumbilum síðan 1991.

Á aðalfundi hjá Kristiligum Lurtara- og hyggjarafelag herfyri, var Símun Jóannesarson heiðraður fyri sínar "dygdargóðu kristiligu tónleikasendingar í Kringvarpinum, sum hann hevur skipað fyri í mong ár".

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2022

10 Leygardagur 16. juli 2022

Nú eru 54.000 fólk í Føroyum

Stóri fólkavøksturin seinastu árini er tó viknaður nakað seinastu mánaðirnar, mest orsakað av, at færri børn eru fødd, og at fleiri fólk eru deyð, skrivar Hagstovan

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tá fólkavøksturin í Føroyum byrjaði í 2013 lá fólkatalið um 48.000, og fyri fimm árum síðani búðu 50.000 fólk í Føroyum. 1. juni rundaði fólkatalið so 54.000.

Samanborið við 1. juni í fjør er talan um ein vøkstur á 1,3 prosent.

Stóri fólkavøksturin seinastu árini er tó viknaður nakað seinastu mánaðirnar. Høvuðsorsøkin er, at færri børn eru fødd, og at fleiri fólk eru deyð, skrivar Hagstovan.

Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 162 fólk og eini nettoflyting á 521 fólk.

Fólkatalið vaks mest í Tórshavnar, Klaksvíkar og Eysturkommunum, og minkaði tað mest í Sands, Hvalbiar og Sørvágs kommunum.

Lutfalsligi størsti vøkstur var tó í Nes, Eiðis og Eysturkommunu, meðan lutfalsliga størsta afturgongd var í Sands, Húsavíkar og Fámjins kommunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2022

11 Leygardagur 16. juli 2022

28.100 løntakarar í juni

Tað er met fyri ein einstakan mánað og bert aðru ferð, at løntakaratalið fer upp um 28.000, sigur Hagstovan

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Talið á løntakarum í juni var knappliga 28.100, og tað er met fyri ein einstakan mánað.

Sambært Hagstovuni er hetta bert aðru ferð, at løntakaratalið fer upp um 28.000. Seinast var í desember 2021.

Samanborið við juni í fjør vóru 550 fleiri í løntakaraskaranum í juni í ár – ein vøkstur á tvey prosent.

Seinastu tvey árini hevur vøksturin verið avmarkaður. Gongdin í løntakaratalinum hevur ikki verið tann sama sum undan koronufarsóttini, men nú tykist vøksturin at vera tiltakandi. Tað bendir trendurin á, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, skrivar Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Tá hugt verður at kynsbýtinum sæst, at 14.400 menn vóru í løntakaraskaranum í juni, meðan kvinnurnar taldu 13.700. Talan er um eini 300 fleiri menn og 250 fleiri kvinnur enn í juni í fjør.

Í juni høvdu 6,5 prosent løntakarunum eisini annan enn danskan ríkisborgaraskap. Í juni í fjør var parturin 5,2 prosent, og fyri 10 árum síðani høvdu 2,5 prosent av løntakaraskaranum annan enn danskan ríkisborgaraskap. Seinasta árið er talið á løntakararum uttan fyri Evropa vaksið, og eru teir nú 3,2 prosent av løntakaraskarnum. Sama mánað í fjør vóru teir 2,3 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2022

12
Leygardagur 16. juli 2022

Útfluttu fyri 10,4 milliardir krónur av fiskavørum seinasta árið

Í tíðarskeiðnum juni 2021 til mai 2022 vaks útflutningurin tríggjar milliardir krónur

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í tíðarskeiðnum juni 2021 til mai 2022 vaks útflutningurin tríggjar milliardir krónur samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.

Sambært Hagstovuni er útflutt meiri í flestøllum vørubólkum.

Laksaútflutningurin vaks hálvaaðru milliard krónur – ella 43 prosent – hóast nøgdin einans vaks 19 prosent, og fyri fyrstu ferð er útflutt fyri meira enn fimm milliardir krónur av laksi í eitt ár.

Útflutningurin av makreli er vaksin 617 milliónir krónur – ella 94 prosent.

Útflutningurin til Russlands er komin niður á 13 milliónir krónur í mai. Hetta er søla av brennievni og øðrum til russisk skip, skrivar Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2022

13 Leygardagur 16. juli 2022

Samleikin brúktur 2 milliónir ferðir

40.000 fólk hava nú skrásett seg við Samleikanum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Síðani Samleikin varð tikin í nýtslu í oktober 2020, er hann brúktur tvær milliónir ferðir.

Samleikin gevur okkum atgongd til almennar og privatar tænastur alt samdøgrið, eisini tá ið talan er um at undirskriva skjøl og avtalur. 

40.000 fólk hava skrásett sær Samleikan og hava harvið atgongd til tænasturnar, ið gera brúk av Samleikanum.

Eitt av aðalmálunum við Samleikanum var at seta í verk eina felags loysn fyri alt samfelagið, sum ger at føroyingar á ein og sama hátt trygt rita inn og undirskriva skjøl.

Í Talgildu Føroyum fegnast tey um góðu undirtøkuna av Samleikanum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2022

14 Leygardagur 16. juli 2022

Umleið 400 litrar av olju á sjógv í Mykinesi

Fyrst var mett, at talan var um lítla nøgd, men tað víst iseg at vera umleið 400 litrar. Gassolja fordampar skjótt, og tí verður ikki meira gjørt við tað

(Mynd: Sørvágs kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinasta mikudagin, tá menn vóru í holt við at pumpa gassolju av Grønanesi niðan í oljutangan hjá SEV í Mykinesi, glapp eitt skoyti á slanguni av, og nakað av olju lak á sjógv.

Í fyrstani varð mett, at talan var um so lítla nøgd - 47 litrar - at onki varð gjørt við málið.

Tað vísti seg tó, at meira var farið á sjógv enn so, og tøl sum 4.000 litrar komu upp at venda, skrivar Sørvágs kommuma á heimasíðuni.

Tískil fóru sløkkiliðsmenn hjá Sørvágs kommunu, saman við borgarstjóranum, út til Mykinesar at fáa greiði á málinum. Vegna brim var ikki leggjandi at í Mykinesi fyrrenn leygardagin, tá sløkkiliðsfólkini komu út við útgerðini at sperra av við.

- Tað vísti seg, at umleið 400 litrar vóru farnir á sjógv, men tíbetur hevði hetta ikki gjørt nakran skaða. Gassolja fordampar skjótt, og onki sást til oljuna. Sostatt var ikki neyðugt at brúka útgerðina, sum tó verður liggjandi í Mykinesi, um brúk verður fyri henni seinni, sigur Sørvágs kommuna.

Sørvágs kommuna fer nú at eftirmeta støðuna, og saman við SEV gjøgnumganga mannagongdirnar, at finna eina tryggari loysn, tá olja verður pumpað í land í Mykinesi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2022

15
Leygardagur 16. juli 2022

Hasfjord farin aftur í sigling

Hasfjord er nú farin aftur í sigling eftir at hava ligið við bryggju í meira enn tveir mánaðir

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í meira enn tveir mánaðir hevur strandfaraskipið Hasfjord ligið við bryggju í Havn við breki, men í vikuni fór ferjan aftur í sigling.

Skipið fekk 10. mai eitt traktordekk um skrúvuna í Skopun, og hevur ligið síðani.

Hasfjord hevur ligið hjá Mest skipasmiðjuni í Havn, sum hevur roynt at fingið hendur á einari nýggjari kobling. Koblingin kom til landið fyri einum mánað síðani, og tillagingar eru gjørdar.

Strandfaraskipið fór aftur í sigling mikudagin sambært ferðaætlan fyri leið 85.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2022

16 Leygardagur 16. juli 2022

Kirkjugarðsleiðin í Hoyvík latin upp

Í vikuni varð kirkjugarðsleiðin, sum gongur frá Hoyvíkar kirkju og niðan til kirkjugarðin í Hoyvík, alment latin upp. Leiðin gongur frá tí komandi kirkjutorginum, til gøtuna, sum er bundin í Klingruna við kirkjugarðin í Hoyvík, soleiðis at líkfylgi kunnu fara beina leið niðan í kirkjugarðin gjøgnum Dalin Langa

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Arbeiðið at gera tað høgligari at fylgja líki úr Hoyvíkar kirkju til kirkjugarðin í Hoyvík, sum byrjaði við ársenda 2021, og er nú liðugt. Tað er býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur lagt arbeiðið til rættis, og Berghestar hava gjørt sjálvt arbeiðið.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði m.a., at sum tey flestu vita, so varð Hoyvíkar kirkja bygd í 2007, og líka síðan nýggi kirkjugarðurin varð tikin í nýtslu fyri trimum árum síðan, hava ynski verið frammi um at broyta kirkjugarðsleiðina. Ynskið var, at gangast kundi úr kirkjuni gjøgnum Dalin Langa niðan í kirkjugarðin – og at talan sostatt bleiv um eina vakra og tignarliga seinastu ferð her á fold.

Fyri at hetta kundi lata seg gera, so var neyðugt at betra um gøtuna, sum longu var í Dalinum Langa, umframt at neyðugt var at gera tvey nýggj strekki aftrat. Annað strekkið er frá komandi kirkjutorginum við Kirkjustræti og Karlamagnusarbreyt, og til gøtuna í Dalinum langa.

Hitt strekkið er frá gøtuni í Dalinum Langa niðan til Klingruna við Kirkjugarðin í Hoyvík. Gøtan frá framtíðar kirkjutorginum til Dalin Langa, er løgd miðskeiðis millum Hoyvíkar skúla og útstykkingina við Myllutjørn.

Økið er í lívd og beinkir eru eisini settir upp, og plantað verður sum frálíður framvið gøtuni her, soleiðis at fríðkað verður um alt økið. Eystanfyri nýggju gøtuna ovast við Klingruna, stendur eigarafelagið fyri at gera trivnaðarøki og fleiri gøtur, so hendan verkætlanin leggur enn eitt øki afturat trivnaðarøkjunum í kommununi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2022

17 Leygardagur 16. juli 2022

Nes kommuna gjørt sáttmála um moldgoymsluna á Skorhædd

Nes og Runavíkar kommuna hava í eina tíð verið í eini tilgongd um at umskipa arbeiðið viðvíkjandi moldgoymsluni

(Mynd: Nes kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Moldgoymslan á Skorhædd er felags moldgoymsla fyri Nes og Runavíkar kommunur, og kommunurnar hava í eina tíð verið í eini tilgongd at umskipa arbeiðið viðvíkjandi moldgoymsluni á Skorhædd.

Í vár varð avgjørdur ein leistur sum arbeiðið skuldi skipast eftir, og arbeiðið varð boðið út til tríggjar arbeiðstakarar úr Runavíkar og Nes kommmunum.

Lægsta tilboðið átti Spf. KEH við Kaj Eli Hansen, Nes, og vóru kommunurnar báðar samdar um at taka av tilboðnum. Semja varð eisini um at Nes kommuna eins og undanfarin ár, framhaldandi skal umsita moldgoymsluna, skrivar Nes kommuna.

Í farnu viku varð sáttmáli so undirskrivaður millum Nes kommunu og Kaj Eli Hansen á kommunuskrivstovuni á Toftum.

Umskipanin av moldgoymsluni á Skorhædd merkir, at borgarar nú skulu rinda eitt gjald fyri at sleppa av við tilfar og kunnu somuleiðis heinta tilfar móti gjaldi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2022

18 Leygardagur 16. juli 2022

Skótar á altjóða legu í summar

Í døgunum 23. juli til 31. juli, verður altjóða skótalegan Spejdernes Lejr, sum verður hildin fjórða hvørt ár, í Hedeland Naturpark á Sælandi í Danmark

 
SkrivaÐ:

Innsent

Legan er tann størsta í Norðurlondum, og væntandi luttaka áleið 40.000 skótar. Hetta er ein lega, ið allir skótar í Føroyum kunnu luttaka á, og í ár luttaka 73 skótar og leiðarar úr Føroyum. Skótarnir eru í aldrunum 10 til 17 ár.

Skótabólkarnir, sum eru umboðaðir í Føroyum í ár eru, KFUK skótarnir úr Havn, KFUM skótarnir úr Havn, KFUM & K skótarnir úr Klaksvík og Fuglafirði.

Fyri at tað skal vera fíggarliga gjørligt hjá skótunum at fara á altjóða skótaleguna, hava skótabólkarnir skipað fyri ymiskum tiltøkum, eitt nú køkutombula, kondibingo, lutaseðlasølu og eisini er stuðul fingin til vega frá eitt nú viðkomandu kommunum, fyritøkum, kirkjuráðum, handlum og øðrum. Allur stuðul og vælvild ger stóran mun, og vilja skótarnir takka fyri hetta.

Samansjóðing áðrenn farið verður úr Føroyum
Tá skótar í ungum aldri skulu uttanlanda á legu, er týdningamikið at skótarnir eru væl fyrireikaðir uppá tað, sum teir skulu gera og uppliva á leguni. Sum partur av fyrireikingini varð skipa fyri legu í Klaksvík í vikuskiftinum 6. mai til 7. mai, har skótarnir úr Føroyum kundu møtast.

Her varð gjørt nógv burturúr ymiskum skótakynstrum, eitt nú pionering. Skótarnir pionerðu borð, inngangsportur, skrellistativ og aðrar týðandi lutir, ið skulu brúkast á leguni.

Eisini royndu skótarnir, í patruljum, at matgerða á stormkøkum. Skótarnir vóru bæði í sínum kendu patruljum, men eisini í blandaðum patruljum, soleiðis at skótarnir úr teimum ymisku skótabólkunum eisini lærdu hvønn annan at kenna.

Ein av meginreglunum í skótarørsluni er at lyfta í felag og at hjálpa hvørjum øðrum, og hendan legan var onki undantak. Tí hjálptu øll til, og kanska serliga, tá ið legan var komin at halla, og alt skuldi ruddast av. Tað var ein frægd fyri leiðararnar at síggja hvussu raskir ungu skótarnir vóru, og eingin ivi er um, at nú eru skótarnir klárir at fara avstað.

Spejdernes Lejr
Aðalmálið á leguni er “Saman um framtíðina”. Ein partur av hesum er, at skótar verja nátturúna og tilfeingið á jørðini. Teir arbeiða fyri einum betri og burðardyggari heimi, og stremba eftir at gera ein jaligan mun fyri menniskjunum og klótuni, vit búgva á. Sum skótar hava tey vón fyri framtíðina og stuðla tí heimsmálunum og virka fyri teimum. Aðalmálið kemur at mynda gerandisdagin á leguni.

Á leguni hava skótarnir møguleika fyri at luttaka á rúgvuvís av aktivitetum, sum allir hava eitt innihald, ið er í tráð við aðalmálið fyri leguna. Harafturat fevnur legan um eitt rættliga stórt landafrøðiligt øki, sum fevnir um fleiri kommunur. Eitt nú Roskilde, Greve og Høje Tåstrup kommunu, og við hesum hava skótarnir eisini møguleika fyri at uppliva bæði mentunar, søgulig og náttúru fyribrigdir í hesum kommunum.

Ynskiligt er harafturat, at legan skal verða ein møguleiki fyri allar skótarbólkar at varpa ljós á teirra skótaarbeiði og skótarørsluni sum heild, sum enn telist ímillum størstu barna- og ungdómsrørslur í heiminum.

Seinastu fyrireikingirnar
Í teimum ymiskum bólkunum í Føroyum verða tær seinastu fyrireikingarnar nú gjørdar. Nógv útgerð skal fáast til vega, eitt nú telt, stormkøkar o.a. og heima hjá teimum einkultu skótunum skal útgerðin og klæðir eisini keypast ella fáast til vega, tá farið verður á eina so stóra legu. Skótin skal verða útgjørdur og klárur til at búgva í tjaldi, matgera á stormkøki og til at øll wc og brúsu fasilitetir o.a. alt verður uttandura í átta dagar.

Tey úr Føroyum gleða seg nú sera nógv til at fara avstað, og væntandi fáa skótar og leiðarar upplivingar fyri lívið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2022

19 Leygardagur 16. juli 2022

Havleikir settir á Vaglinum

Einir 300 útlendingar og 300 føroyingar luttaka í hesum døgum á stóri norðurlendsku fólkadansistevnuni Havnleikur, sum er í Havn. Fitt av fólki varð møtt upp tá stevnan varð sett mikukvøldið

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Havleikur 2022 byrjaði av álvara mikukvøldið, tá setan var á Vaglinum.

Hvørt kvøld verður fólkadansur og føroyskur dansur í Norðurlandahúsinum. Harumframt er annað virksemi, ið er serliga ætlað útlendsku gestunum - útferðir, fyrilestrar, føroyskt mentanarkvøld o.a. - umframt at dansiframsýningar verða runt í býnum leygardagin. 

Einir 300 útlendingar luttaka umframt einir 300 føroyingar.

Lokalu dansifeløgini fyri føroyskum dansi eru: Klaksvíkar dansifelag, Dansifelagið á Látrinum (Eiði), Eysturoyar dansifelag, Norðstreymoyar dansifelag, Vága dansifelag, Tøkum lætt (Havn), Dansifelagið í Havn, Nólsoyar dansifelag, Leikum fagurt (Sandur), Stígum fast (Dalur), Dansifelagið í Suðuroyar norðaru helvt, Tvøroyrar dansifelag, Jómsvíkingar (Vágur), Sumbiar dansifelag, Fótatraðk (Keypmannahavn).

Endað verður veitsludøgurða í Ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld.

Ólavur Frederiksen tók myndirnar fyri Tórshavnar kommunu:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2022

20 Leygardagur 16. juli 2022

Marius er ein stjørna

Endiliga slapp væl upplagda mannafjøldin á Gøtusandi aftur at hoyra góðan tónleik

Marius Ziska var stóra stjørnan á Gøtusandi hóskvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá túsund fólk standa á Gøtusandi og syngja við til tínar sangir og bara vilja hoyra meira, so er tað tekn upp á, at tú hevur gjørt tað rætt.

Og tað hevur Marius Ziska. Hann skrivar øgiliga góðar sangir og er ein framúr sangari.

Men sum tað er spell, at hann ikki megnar at hava eitt veruligt samskifti við áskoðararnar, annað enn at siga “hetta er fantastiskt”. Á sandinum í Syðrugøtu hóskvøldið vóru tað túsundtals fólk, sum sungu við upp á sangirnar, men har komu so at siga ongar spontanar reaksjónir frá høvuðspersóninum, onki break í tónleikinum fyri at geva pláss til felagssang. Alt var tilrættislagt niður í minstu detalju, og ætlanin varð hildin til punkt og prikka

[object Object]

Marius er ikki týpan, sum natúrliga megnar at halda eitt samskifti í gongd við fjøldina. Tað eru tað so nógvir aðrir føroyskir sangarar, sum heldur ikki megna, so støðan er ikki óvanlig, sum so.

Tað óvanliga við framúr góðu konsertini var, at fjøldin hesaferð prógvaði, at sangir Mariusar veruliga eru vorðnir fólkaogn, ið fjøldin vil sleppa at skrála við uppá. Marius var stóra stjørnan á Gøtusandi hetta fyrsta kvøldið av G! festivalinum. Tað var hugaligt at uppliva.

[object Object]

Trinu line-dansin á Gøtusandi

Stóri pallurin byrjaði annars við Carlene Carter, sum var komin allan vegin úr Nashville at syngja sínar sangir og sangirnar hjá Carter-forfedrum sínum, The first Family of Country Music.

Carlene hevur ongan nýggjan tónleik givið út síðan hon upptraðkaði í Sørvági fyri fýra árum síðani og lovaði publikum at koma aftur til Føroyar. Av tí sama gjørdist framførslan í Gøtu ikki so nógv øðrvísi enn ta, vit upplivdu á Dungasandi á countryfestivalinum.

Men hon megnaði at fáa Gøtusand upp at dansa linedans. Tað var í hvussu so er nakað nýtt. Tað var týðuligt, at tær dansandi ungmoyggjarnar vóru komnar oman á sandin fyri at hoyra dansihitt hennara frá 1983, “Every little Thing” og tað fingu tær so – til allar síðst, sjálvandi.

[object Object]Linedansur á Gøtusandi (Mynd: Ingi Samuelsen)

Men hugtakandi var tað, bæði fyri Carlene sjálva og tey, ið vóru til staðar, tá ælabogin dagaði fram  mitt undir konsertini oman fyri skonnartini Norðlýsinum, sum lá longur úti á Gøtuvík.

Jú, Syðrugøta er eitt magiskt stað at hava tónleikafestival.

Aftur til hetta at hava samband við áhoyrararnar. Tað var kanska eitt sindur ov langt frá teimum lutfalsliga fáu fólkunum, sum vóru komin oman á sand so tíðliga á kvøldinum, og so upp á høga pallin meðan Carlene Carter upptraðkaði. So sambandið millum Carlene og publikum rakk ikki so nógv longur enn til tey dansandi í fremstu røð.

[object Object]

Ein flóðalda av “Fuck” og “Bitch”

So var øðrvísi um midnáttarleitið, tá danski rapparin, Tessa, trein pallin – uttan orkestur, men við DJ, ljósshowi og fýra smekrum dansigentum.

Eitt væl fagnað show, har Tessa veruliga – altso VERULIGA – hevði samband við sínar áhoyrarar. Kjaftfima Theresa Fallesen úr Hundige, fekk beinanvegin ungu fjøldina við sær á sínum eggjandi showi, har tað í stóran mun snúði seg um kynsliga frígering við nógvum seksuellum undirtónum. Hvussu oftani hon megnaði at siga “fuck” og “bitch” upp í saman fór næstan frá at vera troyttandi til imponerandi.

Jú hósdagurin á Gøtusandi var væleydnaður.

[object Object]Pom Poko

Girl power á spæliplásisnum

Á spæliplássinum var vent í holuni, skilt á tann hátt, at pallurin nú stendur í hinum endanum á lítla graslíkisvøllinum – altso nú vendir hann oman móti sjónum. Tað riggar fínt.

Hósdagurin her byrjaði við løttum tónum av andaligum slag frá Bláum Grasi, áðrenn dugnalig Marianna Winther tók yvir víð sínum væl ljómandi laidback softsoul tónleiki.

[object Object]Lea Kampmann

Seinni á kvøldinum kom Lea Kampmann á pallin við sínum monnum – ein frálík konsert, sum prógvaði at Lea eisini megnar at hugfanga fjøldina, tá tað veruliga er skrúvað upp fyri tónleikinum.

Meira girl-power var á skránni við norska punk-rock bólkinum Pom Poko. Tríggir larmandi ungir menn í vanligari punkuppseting, gittar, bass og trummur, ið spældu hart og full drøn á kassan og so ein imponerandi væl uppløgd sangarinna í front.

[object Object]

Eitt virðiligt ervi

Í Grundini, uttan fyri sjálvt festivaløkið, var kvøldið halgað tí harða tónleikinum. Ikki minst minninum um stóra rokkaran, Mikkjal Gaard Hansen, sum andaðist í fjør.

Upprunaorkestur hansara SIC, sum hevur havt nógvar stjørnustundir á G! festivalinum, varð savnað fyri eina seinastu ferð, at heiðra farna oddamannin. Hetta var gjørt við ymsum sangarum, ikki minst soni Mikkjals, Bartali Gaard Simonsen. Eitt virðiligt farvæl til ein stóran listamann.

Seinni á kvøldinum upplivdu vit eisini Hamferð-oddamannin, Jón Aldará, á odda fyri danska orkestri sínum, Iotunn. Tungmálmur í serflokki má sigast. Aldará er altíð góður, eisini tá hann hevur skift Hamferð-smokingin út við ein miðaldarkappa við hettuni langt niður fyri andlitið, og so er tað eisini hugtakandi at uppliva dupult-gittarspæl av brøðrunum Gräs, sum frá fjarstøðu líkast sum vóru teir eineggjaðir 

[object Object]Iotunn á palli. Ikoniska myndin hjá Eija Mäkivuoti av Mikkjali Gaard Hansen prýðir inngongdina til grundina (Mynd: Ingi Samuelsen)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2022

21 Leygardagur 16. juli 2022

Hans Iversen stjórnar ólavsøkukórinum í ár

Ólavsøkukórið er hjá mongum hædddarpunktið á tjóðarhátíðini. Kvívíkingurin Hans Iversen fer í ár at stjórna Ólavsøkukórinum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ólavsøkukórið syngur hvørt ár ólavsøkumorgun tá skrúðgongan kemur úr kirkjuni og niðan í tinghúsið, og siður er at skiftandi kórleiðarar stjórna stóra kórinum.

Kórsambandið boðar frá, at tey í ár hava heitt á kórleiðaran Hans Iversen um at stjórna kórinum.

Hans Iversen er uppvaksin í Kvívík, hevur læraraútugving frá Føroya Læraraskúla í 1987, og seinni útbúgving sum lærari í tónleiki frá Musikhögskolan i Göteborg 1991. Lærarar hjá Hans í kórleiðslu og kór pedagogikki vóru millum annað kendi kórleiðarin Gunnar Eriksson.

Í føroyskum kórsangi kenna kórsangarar Hans sum sangara í kórunum Nóatón og Skýrák, í sambandi við fløguútgávur hjá Tutl. Hann var eisini við sum sangari á útgávunum “Jesus og Makedonarin”, “Tú lýsti” og á Kingo fløguni “En naade uden mål”.

Hans hevur síðani 1991 arbeitt í Noregi, á Skjervøy og í Molde, mest sum sanglærari á kulturskúla og studentaskúla, og hevur alla tíðina verið kórleiðari hjá kórum á staðnum. Hann er eisini virkin sum sangari, mest í Møre og Romsdal fylke, men eisini við kórinum Vokal Nord í Tromsø.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2022

22 Leygardagur 16. juli 2022

Væl umtókt bókaframløga í Bø

Síðsta fríggjadag varð bókin "Tættir og søgur úr Bíggjar søgu" eftir Óla Jákup Guttesen útgivin

(Mynd: Sørvágs kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin 8. juli kom nýggja bókin "Tættir og søgur úr Bíggjar søgu" út, og í hesum sambandi varð skipað fyri bókaframløgu í Bø.

Tað var fríggjadag seinnapart, at Pakkhúsið var karmur um tiltakið.

Sambært Sørvágs kommunu høvdu rættiliga nógv fólk leitað sær til Bíggjars í sambandi við, at Bøur nú hevði fingið sína bygdasøgu.

Borðreitt var við pinnamati og øðrum góðum, og á skránni var eisini felagssangur, og Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum, sum hevur givið bókina út, helt røðu.

Tað er Óla Jákup Guttesen, sum hevur skrivað bókina, sum er 500 blaðsíður.

[object Object]
(Mynd: Sørvágs kommuna)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2022

23 Leygardagur 16. juli 2022

Lív Karlamagnusar á føroyskum

Tað er munkurin Einhard, skrivari og næsti ráðgevi Karls, sum eftir deyða hansara skrivaði lívssøguna: Vita Caroli Magni – Eilif Samuelsen hevur týtt bókina úr svenskum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í hesi vikuni gav Forlagið Hemlið út eina lítla bók um lív Karlamagnusar.

Flestu føroyingar munnu kenna navnið Karlamagnus, um ikki annað so av tí nógv umtalaðu breytini uppi í Hoyvík, sum hevur fingið navn eftir honum.

Karl hin Mikli er eisini kendur ígjøgnum kvæðini um brøgd hansara á vígvøllinum og tólvjavningarnar við Ólivanti, sum blásti í hornið, tá ið teir vóru komnir í tronga í Runsivali.

Tað er munkurin Einhard, skrivari og næsti ráðgevi Karls, sum eftir deyða hansara skrivaði lívssøgu hansara: Vita Caroli Magni.

Eilif Samuelsen hevur týtt bókina úr svenskum. Bókin er 105 bls.

Forlagið Hemlið gevur út klassikarar í heimsbókmentum og hevur higartil givið út 19 bøkur. Yvirlit yvir allar bøkurnar sæst á hemlid.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2022

24 Leygardagur 16. juli 2022

Góð ummæli til "Trom" í bretskum miðlum

Bæði Financial Times og The Telegraph geva føroysku krimirøðini fýra av fimm stjørnum

Ulrich Thomsen í høvuðsleiklutinum sum journalisturin Hannis Martinsson (Mynd: Viaplay)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna leygarkvøld vórðu tveir teir fyrstu partarnir í føroysku krimirøðini "Trom" vístir á BBC Four, og røðin hevur higartil fingið góð ummæli í bretsku miðlunum.

Bæði Financial Times og The Telegraph geva fyrstu partarnar fýra av fimm stjørnum.

Ummælari hjá The Telegraph sigur, at "Trom" er øðrvísi enn aðrar Nordic-noir røðir.

– "Trom" sær ørðvísi út, tí tað er hon. Hon er væl verd at hyggja eftir.

Ummælarin hjá Financial Times sigur m.a., at "Trom" ikki bert er nakað fyri Nordic-noir hyggjarar men fyri einhvønn, sum dámar eina tolna søgugongd og hugtakandi filmslist.

– Tað besta av øllum eru viðfevndu loftmyndirnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2022

25 Leygardagur 16. juli 2022

Ein serligur dagur í rokksøguni

12. juli 1962 spældu The Rolling Stones fyri fyrstu ferð rættiliga konsert

Mick Jagger og Keith Richards á konsert í Amsterdam í farnu viku (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týsdagin var ein serligur dagur í rokksøguni. Tí 12. juli 1962 var fyrstu ferð, at The Rolling Stones spældu konsert saman.

Tað hendi í The Marquee klubbanum í London, sum tá var millum størstu spælistøðini í býnum.

Í ár eru sostatt 60 ár síðan, at forsangarin Mick Jagger, gittarleikararnir Keith Richards og Brian Jones, klaverleikarin Ian Stewart og bassspælarin Dick Taylor fóru á pall saman til teirra fyrstu almennu konsert sum The Rolling Stones.

Enn tann dag í dag verður kjakast um hvør mundi sita handan trummurnar hetta kvøldið. Summi siga, at tað var Tony Chapman. Onnur, herímillum Keith Richards og Christopher Sandford, ið hevur skriva Rolling Stones-søguna, siga, at tað var Mick Avory.

Tað finnast ongar myndir av hesum serliga kvøldinum, sum kunnu staðfesta henda spurningin. Tað skrivar AP tíðindastovan.

Trummusláarin Charlie Watts, sum doyði í august í fjør, kom ikki í bólkin fyrr enn seks mánaðir eftir hesa konsertina á The Marquee Club, meðan guittarleikarin Ronnie Wood, ikki kom í bólkin fyrr enn í 1975.

Í sambandi við, at bólkurin gjørdist 50 ár í 2012 viðgekk Mick Jagger í eini samrøðu við blaðið Rolling Stone, at teir hava snýtt eitt sindur.

- Tí tað er jú ikki sama orkestrið, men tó sama navn. Tað eru bert Keith og eg, sum framvegis eru við, segði Jagger í samrøðuni.

Tað juli kvøldið í The Marquee Club í 1962 gjørdist byrjanin til ævintýrkendu søguna um The Rolling Stones, sum framvegis spælir fyri fullum snúningum.

Sum partur av teirra “Sixty”-konsertferð hava The Rolling Stones hesar seinastu vikurnar spælt fyri 65.000 fólkum í Hyde Park í London innan túrurin gongur víðari til eitt nú Fraklands, Týsklands og Svøríkis, skrivar Ritzau. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2022

26 Leygardagur 16. juli 2022

ST: Í ár kemur fólkatalið uppum átta milliardir

Sambært nýggjari frágreiðing hjá ST verður mett, at vit vera 8,5 milliardir íbúgvar í heiminum um 15. november – um ár 2080 verður fólkatalið 10,4 milliardir

India væntast at gerast fólkaríkasta landið í 2023 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í løtuni búgva 7,96 milliardir fólk í heiminum, sambært Worlometers.info, og samlaða fólkatalið í heiminum fer væntandi uppum átta milliardir áðrenn ársskiftið, sigur ST í nýggjari frágreiðing, sum er almannakunngjørt í dag í sambandi við World Population Day.

Væntað verður, at vit koma uppum átta milliardir uml. 15. november. Tað verður eisini mett, at fólkatalið í 2030 kemur uppá 8,5 milliardir, 9,7 milliardir í 2050, og 10,4 milliardir í 2080unum. Síðani verður mett, at tað verður verandi á tí støðinum fram til 2100.

ST væntar eisini, at miðal livialdurin fer upp á 77,2 ár í 2050. Í 2019 var hann 72,8.

Komandi áratíggjuni væntast meira enn helvtin av fólkavøkstrinum at vera í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, Egyptalandi, Etiopia, Filipsoyggjunum, India, Nigeria, Pakistan og Tansania. Eisini vísir frágreiðingin hjá ST, at India komandi ár fer at yvirhála Kina sum heimsins fólkaríkasta land.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2022

27 Leygardagur 16. juli 2022

Kroatia skiftir yvir til evruna

Kroatia gerst 1. januar næsta ár 20. landið at brúka evruna sum gjaldoyra

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Næsta ár verður kroatiska gjaldoyrað, kuna, skift út við evruna. Tað er greitt eftir at Kroatia hevur fingið endaligu góðkenningina frá fíggjarmálaráðharrunum í ES til at gerast partur av sonevndu evrosonuni.

Sostatt gerst Kroatia 1. januar 20. landið at fáa sær evruna sum gjaldoyra.

Kroatia, sum hevur verið limur í ES síðan 2013, hevur skulað lúkað nakrar treytir fyri at gerast evroland. M.a. skal kursurin á gjaldoyranum vera støðugur, og skal landið hava skil á búskapinum.

Kursurin á núverandi gjaldoyranum er 753 fyri 100 evrur. Til samanberingar er kursurin á donsku krónuni í skrivandi stund 744,03 fyri 100 evrur.

Tey fyrstu 12 londini skiftu yvir til evruna í 2002, og tá Kroatia skiftir yvir til evruna, verða bert sjey ES-lond, sum ikki hava evruna sum gjaldoyra. Tey eru Danmark, Bulgaria, Kekkia, Ungarn, Poland, Rumenia og Svøríki.

Sambært Ritzau væntast øll hesi londini uttan Danmark og Svøríki at skifta yvir til evruna, tá tey lúka treytirnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2022

28 Leygardagur 16. juli 2022

Vil ikki keypa Twitter kortini

Í apríl boðaði ríkmaðurin Elon Musk frá, at hann fór at keypa sosiala miðilin Twitter fyri 44 milliardir dollarar, men farna vikuskiftið boðaði hann frá, at hann tekur keypstilboðið aftur

Elon Musk, ið er stjóri í Tesla, er í løtuni ríkasti maður í heiminum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Heimsins ríkasti maður og stjórin í Tesla, Elon Musk, boðaði í apríl frá, at hann fór at keypa sosiala miðilin Twitter fyri 44 milliardir dollarar – góðar 300 milliardir í okkara krónum.

Men síðsta fríggjadag boðaði hann frá, at hann tók tilboðið aftur.

Orsøkin er, at Twitter hevur brotið fleiri partar av avtaluni, og hevur m.a. ikki givið honum tær upplýsingar, hann hevur biðið um, sigur hann sambært altjóða miðlum.

M.a. hevur Elon Musk heitt á Twitter um at prógva, at ikki fleiri enn fimm prosent av brúkarunum á sosiala miðlinum eru falskir.

Bret Taylor, ið er nevndarformaður í Twitter, sigur sambært tíðindastovuni Reuters, at nevndin í Twitter tó framvegis ynskir at fáa avtaluna gjøgnumførda, og eru tey til reiðar at fara í rættin við málinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2022

29 Leygardagur 16. juli 2022

Spældu seg til HM 2023

Við 30-28 sigri móti Italia hava U20 menninir vunnið Føroyum luttøku í U21 HM-endaspælinum næsta ár

Frøi í Porto eftir dystin fríggjakvøldið. Leikarar, venjarar og nógvu føroysku áskoðararnir (Mynd: Harald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Spenningurin helt sær til seinastu løtuna, men tá dómarin hevur bríkslað av, var greitt, at Føroyar U20 menn eru millum 10 tey bestu liðini í Evropa.

Tað gjørdist greitt við 30-28 sigri móti Italia. Føroysku garparnir vóru á odda meginpartin av dystinum og ofta við tveimum ella trimum málum, men italiumenn vildu ongantíð lata okkum sleppa.

Tá vit so eisini dúliga brendu var trupult. Stóri spælarin hendan dystin var Hákun West av Teigum, sum av vonginum skoraði heili 11 mál upp á 12 skot.

Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk ikki síni skot at sita í dag, men var avgerandi spælstýrarin hjá Føroyum kortini. Bert 17 ára gamli Óli Mittún vísti seg veruliga fram og við nógvu ferð síni skoraði hann seks mál.

Samanlagt hevur hetta verið eitt framúr avrik hjá føroysku U20 monnunum, sum hava framt eitt bragd fyri og annað eftir. Fyrst vunnu teir á Danmark, síðani hava teir vunnið á Noreg og Polandi.

Tað hevur við sær, at nú ein dystur restar í, hava okkara U20 menn tryggjað sær minst eitt tíggjunda pláss í kappingini. Hetta hevur eisini við sær luttøku til HM 2023 fyri U21 landslið umframt luttøku til EM í 2024 fyri komandi U20 landsliðið.

Í kvøld verður seinasti dysturin í hesari kappingini. Hann verður móti Slovenia um níggjunda plássið í kappingini, og byrjar klokkan 18:30.

Kringvarpið sjónvarpar dystin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2022

30 Leygardagur 16. juli 2022

Sannførandi EM-sigur móti Polandi

Føroysku U20 dreingirnir hava framvegis møguleika at spæla seg til komandi HM-kappingina

(Mynd: Harald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Dugnaligu føroysku hondbóltsdreingirnir, sum kappast í EM kapping í Portugal, spældu seg mikudagin eitt stórt fet víðari í royndini at vera við í komandi HM-kapping fyri U21 landslið.

Hetta hendi, tá liðið vann ein óvæntað lættan sigur á Polandi.

38-32 gjørdist úrslitið av dystinum eftir 19-11 í hálvleikinum. Eftir at Poland fekk eina betri byrjan, komu Føroyar framum eftir knapt eitt korter, og síðan gekk tað bara framá.

Í hálvleikinum vóru vit á odda við átta málum. Henda leiðslan helt seg gjøgnum allan annan hálvleik. Eitt skifti móti endanum av dystinum var leiðslan uppi á 10 málum. 

Móti endanum av dystinum sluppu so at siga allir føroysku marginalspælararnir at royna seg eisini, og føroyska liðið tók sær meira av løttum móti endanum, so leiðslan minkaði niður í seks stig, tá saman um kom.

Nógv tann lættasti sigurin hjá føroyska liðnum í kappingini higartil.

Føroyska liðið spældi eisini munandi betri enn móti norðmonnum í gjár. Ellefsen-systkinabørnini skaraðu enn einaferð framúr, men eisini aðrir vístu stórspæl: Hákun West av Teigum, Sveinur Olafsson og ikki minst Pauli Jacobsen í málinum.

[object Object]
Pauli Jacobsen var flúgvandi í málinum (Mynd: Harald Bjørgvin)

Polendingar høvdu ongan kjans at gera nakað við føroyska liðið henda dagin, snøgt sagt.

Annað plássið í millumbólkinum varð harvið tryggjað, og tað merkir, at Føroyar í víðari kappingini skal kappast um plássini 9 til 12.

Næsti uppgáva er móti Italia í stríðnum um at enda millum 10 tey bestu.

Føroysku málskorararnir:
Hákun West av Teigum 7
Óli Mittún 6
Sveinur Olafsson 6
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Elias Ellefsen á Skipagøtu 4
Janus Dam Djurhuus 3
Bogi Hansen 2
Pauli Mittún 1
Sakir T. Frýdal 1
Viktor Gaini 1
Kristoffur Bjørgvin 1
Bjarni í Selvindi 1
Baldur Gillason 1

[object Object](Mynd: Harald Bjørgvin)




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2022

31 Leygardagur 16. juli 2022

Enn ein sigur móti norðurlendskum hondbóltsrisa

Føroysku U20 menninir vunnu 33-31 móti Noreg. Elias var stóri munurin við 12 málum

(Mynd: Harald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

U20 menninir gjørdu tað heldur spennandi til síðst, tá teir annars høvdu vunnið sær eina trivaliga leiðslu upp á seks mál. Tá samanumkom vann Føroyar 33-31 á Noreg.

Hetta var fyrsti dysturin nú EM-endaspælið í Portugal er farið í tveir bólkar. Føroyar eru í B-bólkinum, og skulu spæla um eitt pláss í HM-endaspælinum næsta ár.

Støðan í steðginum var 16-16, og eftir eina góða byrjan í seinna hálvleiki løgdu okkara menn seg framum við seks málum eina løtu.

Stóri munurin á dystinum í dag, og avsmurninginum móti Slovenia sunnudagin, var Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum var við aftur. Stóra stjørnan á føroyska liðnum var ikki hundrað prosent, men hann gjørdi sera stóran mun og gjørdist greiður toppskjútti við 12 málum.

Norra - Føroyar 31-33 (16-16)

Elias Ellefsen á Skipagøtu 12 mál
Hákun West av Teigum 5 mál
Pauli Mittún 3 mál
Sveinur Olafsson 3 mál
Baldur Gillason 2 mál
Janus Dam Djurhuus 2 mál
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2 mál
Óli Mittún 2 mál
Viktor Gaini 2 mál

[object Object](Mynd: Harald Bjørgvin)

[object Object]
(Mynd: Harald Bjørgvin)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2022

32 Leygardagur 16. juli 2022

Gekk illa í hond

Aðrir fingu kjansin, tá Elias heldur ikki var við sunnudagin, men móti stóru ungarsku U20 monnunum høvdu vit tað trupult. Ungarn vann 40-21

(Mynd: Harald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vit fingu ongantíð hol á málskjótingina, og misnýttu nógvar møguleikar móti Ungarn í U20 endaspælinum, sum er í Portugal í hesum døgum. 

Sum fráleið gjørdist málmunurin so stórur, at tað tóktiskt vónleyst at koma aftur.

Støðan í hálvleikinum var 19-8, og venjararnir ásannaðu eisini, at hetta var ikki dagurin. Stóra stjørnan á liðnum, Elias á Skipagøtu, hevur ein skaða at dragast við, og heldur ikki í dag var hann at síggja á vøllinum.

Fleiri leikarar, sum vit ikki hava sæð so nógv til seinastu dagarnar, fingu møguleikan og millum annað Bjarni í Selvindi úr StÍF gjørdi um seg í seinna hálvleiki.

Úrslitið gjørdist 40-21 til Ungarn.

Tað gjørdist sostatt bara til tann eina sigurin í hesum trimum fyrstu dystinum, og vit komu tískil víðari til næsta umfar í endaspælinum. Kortini er ikki liðugt hjá U20 monnunum, sum eru komnir í B-bólkin, og skulu aftur í eldin týsdagin.

Ungarn U20 - Føroyar U20 40-21 (19-8)

[object Object](Mynd: Harald Bjørgvin)

[object Object]
Rói Ellefsen á Skipagøtu varð eftir dystin kosin besti maður á føroyska liðnum (Mynd: Harald Bjørgvin)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2022

33 Leygardagur 16. juli 2022

Yngsti Skipagøtu-beiggin hevur stórar dreymar

Boas Ellefsen á Skipagøtu var á H71 liðnum, sum vann U13 kappingina fyri dreingir á Partille Cup

(Mynd: partillecup.com)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Boas Ellefsen á Skipagøtu, sum eigur tveir stórabeiggjar, sum spæla við í U20 EM-kappingini í Portugal, hevur júst vunni altjóða sigur í Partille Cup kappingini í Göteborg við H71.

Og hann hevur eins stórar málsetningar við sínum hondbóltsspæli, sum stóribeiggin, ið spælir við lokala liðinum, Sävehof IF. Tað er ítróttafelagið Sävehof, sum skipar fyri Partille Cup.

Boas var við á U13 dreingjaliðnum, sum vann Partille Cup, ein av heimsins størstu summarhondbóltskappingum, sum endaði um vikuskiftið.

Heimasíðan hjá Partille Cup hevur tosað við Boas, sum staðfestir, at minni munur er á Boasi og stórabeiggjanum í Sävehof.

- Vit spæla á sama hátt, eru eins í leikstíli, sigur Boas, sambært partillecup.com.

Spurdur um hvørjar dreymar hann hevur fyri sínum hondbóltsspæli, svarar Boas:

- Eg droymi um at gerast besti hondbóltsspælari nakrantíð og at spæla fyri Barcelona.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2022

34 Leygardagur 16. juli 2022

Flottur KÍ-sigur – men ov lítil

KÍ vann 3-1 á Djúpumýru mikukvøldið, men tað var nóg mikið hjá Bodø/Glimt at koma víðari. Nú standa meistararnir úr Montenegro fyri tørni í Conference League

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

KÍ fekk ein sera flottan sigur á Djúpumýru í vikuni, har norska meistaraliðið Bodø/Glimt var á vitjan í fyrsta umfari av Champions League.

KÍ spældi sannførandi fótbólt – kontrafótbólt – í fyrra hálvleiki og vóru frammanfyri 2-0 tá dómarin bríkslaði til hálvleiksstøðg.

KÍ vísti heilt øðrvísi spæl í, enn teir gjørdu vikuna frammanundan í Bodø.

Bláa liðið legði trýst frá byrjan av, og fingu skapt eina góða støðu framman fyri Glimt-málinum longu í fyrstu minuttunum.

Taktikkurin var, eins og í síðstu viku, kontrollerað verjuspæl í royndini at fáa kontramøguleikar.

Og tað eydnaðist.

[object Object]Mads Boe Mikkelsen hevur skorað (Mynd: Sverri Egholm)

Í 11. minutti gjørdist Claes Kronborg leysur í høgru síðu. Hann fekk gott pláss til at leggja eitt innlegg væl yvir í hina síðuna, har Mads Boe Mikkelsen kom rennendi. Bólturin kom heldur høgt, men Mads Boe leyp upp og fekk sett innaru síðuna á bóltin og í netið yvir móti Bøvegi.

1-0 til KÍ og stórur rómur í Bláa skýlinum.

Bert sjey minuttir seinn i økti KÍ til 2-0. Teir høvdu havt fleiri álop, og eitt teirra endaði við hornasparki. Hornað gav ikki málmøguleika í fyrstu syftu, men bólturin kom inn fyri málið aftur úr høgru síðu, og hesaferð stóð Jákup B. Andreasen á rætta stað, og stútaði bóltin í netið.

Norðmenninir í gulum troyggjum hildu fram við sínum powerplay spæli – altso høvdu bóltin nógv og spældu frá síðu til síðu framman fyri massivu føroysku verjuni, men tað eydnaðist teimum ikki at spæla seg til nakran málkjans.

Ikki fyrr enn í 39. minutti kom fyrsta norska skotroyndin – langt oman fyri mál.

Bodø/Glimt hevði bara tvær skotroyndir á KÍ málið í fyrra hálvleiki. Beint fyri hálvleik royndu teir seg við einum langskoti, sum Mathias Rosenørn í málinum lættliga fekk hendur á.

2-0 til KÍ í einum ævintýrkendur fyrra hálvleiki í Champions League.

[object Object]Jákup B. Andreasen (Mynd: Sverri Egholm)

Spælið dovnaði eitt sindur og eksploderaði til síðst

Í seinna hálvleiki, dovnaði spæli og spenningurin eitt sindur, serliga tá Glimt minkaði um munin við brotssparki. Dómarin dømdi, at ein KÍ-hond hevði verið á bólktinum, men tað var tað ongin í Báa skýlinum, sum sá.

Viktor Boniface setti brotssparkið trygt í netið.

Men móti endanum av dystinum kom veruligur spenningur í, tá KÍ trýsti norsku meistararnar í botn.

Spenningurin varð av álvara tendraður, tá Jákup Andreasen enn einaferð skoraði.

Hesaferð eftir eitt horna í vinstru síðu. Bjartalíð legði bóltin til nærmastu stong, har Jákup B. Andreasen kom stórleypandi og snaraði bóltin í netið. Hetta hendi í 84 minutti.

Tá hevði KÍ longu havt bóltin í netinum tríggjar minuttir frammanundan. Tað var Pavlovic, sum skoraði eftir fríspark í høgru. Men linjuverjin veittraði fyri rangstøðu.

Eftir hetta hevði KÍ eitt massivt trýst á norska málið. Fleiri møguleikar vóru, men tað eydnaðist akkurát ikki.

Úrslitið gjørdist 3-1, og norðmenninir vunnu harvið 4-3 tilsamans, og koma víðari í Champions League.

Nú stendur Conference League á skránni hjá KÍ. Mótstøðuliðið er FK Sutjeska Nikšić, meistarar úr Montenegro. Fyrri dystur verður á útivølli 20. juli og heimadysturin 27. juli.

[object Object]
Brotsspark til Bodø/Glimt, 2-1 (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ - Bodø/Glimt 3-1 (2-0)
Champions League (First qualifying round, 2nd leg)

1-0 12' Mads Boe Mikkelsen
2-0 20' Jákup B. Andreasen
2-1 55' Victor Boniface (br.)
3-1 85' Jákup B. Andreasen

[object Object]
Agnar Prestá, virkandi venjari meðan Mikkjal Thomassen hevði leikbann, fekk gult kort fyri at hava sagt okkurt um dómaraavrikið (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2022

35 Leygardagur 16. juli 2022

Víkingur víðari í Conference League

Ongantíð nakar ivi á Gibraltar

Sølvi Vatnhamar í fyrra dystinum millum liðini. Hósdagin gjørdist hann tvímálsskjútti (Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

2-1 á Gibraltar og samanlagt 3-1. Víkingur vann seg hósdagin víðari í Conference League við sigri yvir tveir dystir móti Europa FC úr Gibraltar.

Seinni dysturin endaði 2-1 til Víking. Tað var ongantíð nakar ivi, og við tveimum málum í fyrra hálvleiki var tað Sølvi Vatnhamar sum tryggjaði felagsliðnum úr Gøtu og Leirvík víðari luttøku.

Turri vøllurin í teimum 25 hitastigunum tóktiskt at ávirka spælið, og í 73. minutti minkaði heimaliðið um munin, men tað komu ikki fleiri mál.

Í næsta umfari møtir Víkingur DAC Dunajská Streda, er komið víðari við at vinna samanlagt 5-1 á Cliftonville úr Norðurírlandi. DAC Dunajská Streda gjørdist nummar fýra í bestu fótbóltsdeildini í Slovakia síðsta kappingarár.

Europa FC - Víkingur 1-2 (0-2)
19’ Sølvi Vatnhamar 0-1
45’ Sølvi Vatnhamar 0-2
73’ Sergio Sanchez 1-2

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2022

36 Leygardagur 16. juli 2022

B36 varpaði Borac úr Conference League

Brotssparkskapping skuldi til fyri at finna ein vinnara í dystinum millum B36 og FK Borac úr Bosnia/Herzegovina

(Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrri dysturin var leiktur í Bosnia/Herzegovina og endaði 2-0 til FK Borac.

B36 skuldi tí av álvara reisa seg í returuppgerðini í Gundadali, sum varð hóskvøldið. Og tað gjørdu teir, og vóru serliga effektivir upp á brotspørk.

Magnus Egilsson skoraði hattrik og tvey av málunum vóru upp á brotsspark. Sosatt var B36 víðari tá 66 minuttir vóru leiktir, men í 75. minutti minkaði FK Borac um munin til 3-1, og tað gjørdist javnt samanlagt.

Fleiri mál komu ikki í vanligari leiktíð, og longd leiktíð skuldi til. Tá liðini ikki fingu bóltin inn, var neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara.

Her var B36 effektivt við brotssparkum og vunnu 4-3.

Bjarni Enghamar tók myndirnar:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2022

37 Leygardagur 16. juli 2022

HB-vónbrot í Wales

HB sum fyri viku síðani niðurspældi Newtown í Gundadali, varð varpað úr Conferene League av walisum hóskvøldið

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað sá ikki út av nógvum tá teir vóru á vitjan í Gundadali, Newtown AFC úr Wales. HB hevði alt spælið, men fekk alt ov lítið burturúr, og tað kostaði teimum Conference League.

HB vann fyrra dystin 1-0 og skuldi á útivølli verja sigurin heim og spæla seg víðari í Conference League. Walisar vildu tað øðrvísi, og skoraðu tvey mál í fyrra hálvleiki, og lógu tí til at koma víðari.

Pætur Petersen skoraði til 2-1 tíðliga í seinna hálvleiki, men fleiri mál komu hvørki í vanligu leiktíðini ella í eykatíðini, og brotssparkskapping skuldi tí til.

Í brotssparkskapping kann tað fara báðar vegir, og hesaferð fall tað til walisar. Teitur Matras Gestsson legði út við at bjarga einum skoti, men tveir HB’arar brendu síni skot meðan walisar vóru tryggir.

Newtown vann brotssparkskappingina 4-2, og varpaði HB úr Conference League.

Hetta er eitt stórt vónbrot fyri HB, sum hevði sett sær mál at klára longri í evropeiskum fótbólti í ár.

Havnarfelagið hevur ikki eina stolta søgu í altjóða fótbólti, og tað bleiv als ikki frægari í ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2022

38 Leygardagur 16. juli 2022

Nú skal ferð á NSÍ: Tríggir leikarar leggjast afturat hópinum

NSÍ hevur gjørt tríggjar nýggjar sáttmálar. Við ein dana, ein finna og ein føroyskan U21 landsliðsleikara

Lukas Giessing (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Við Sámal Erik Hentze, Bagga, við róðrið, skal NSÍ vinna seg úr botnstríðnum í Betri deildini, og skjøtil er settur á tað við trimum nýggjum sáttmálum.

Nógv mundu undrast yvir at NSÍ seinnapartin týsdagin bjóðaði viðhaldsfólkum og stuðlum til kunningarfund. Tað hevur gingið illa í hond hjá felagnum í Runavík, sum nú landskappingin er í summarfrí liggur á áttanda plássi, og er bara fýra stig frá niðurflytingarstrikuni.

Men talan var um avdúkan av nýggjum leikarum. NSÍ hevur gjørt sáttmála við Mathias Nielsen, Miska Rautiola og Lukas Giessing.

[object Object]

- Mathias Nielsen er 31 ára gamal, og hevur eina rúgvu av royndum úr donskum fótbólti, nevnast kann at hann hevur spælt fyri FC Nordsjælland, Viborg, AC Horsens, Randers og nú til seinast í HB Køge.

Tí fegnast NSÍ stórliga um at hava fingið ein sera royndan leikara inn í felagið, ein mann við royndum, sum kann hjálpa og stuðla ungu monnunum víðari í teirra menning.

[object Object]

- Miska Rautiola er úr Finnlandi, hann er 24 ára gamal,  og hevur spælt í bestu finsku deildini, hann er ein góður og sterkur verjuleikari, sum hóast sín unga aldur longu hevur nógvar royndir. 

[object Object]

- Lukas Giessing er kendur á U21 landsliðnum hjá Føroyum, og hevur sera góð evnir, sigur NSÍ.

Avrat hesum hevur felagið fingið tilgongd av einum leikara úr Ukraina, umframt at Jørgen Nielsen er aftur í felagnum, skrivar NSÍ í fráboðan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2022

39 Leygardagur 16. juli 2022

Hannes Agnarsson verður verandi í hvítum

Leiguavtalan við danska HIK varð í vikuni broytt til varandi sáttmála, og Hannes Agnarson spælir tískil framyvir við B36

Hannes Agnarsson er aftur í barndómsfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hannes Agnarsson varð fyri nøkrum vikum síðani leigaður til Føroya úr felagnum HIK í Hellerup, sum hann hevur verið knýttur at.

Nú er leiguavtalan longd til varandi sáttmála, sum er galdandi næsta hálva annað árið.

- Í morgun eydnaðist tað okkum og HIK at koma ásamt um at broyta leiguavtaluna til varandi spælaraflyting, nú Hannes hevði ynski um at flyta heimaftur, skrivaði B36 á heimasíðuni í vikuni.

- Her heima er tað sjálvandi hjá okkum, at hann ynskir at spæla, og tí gekk bæði skjótt og væl at fáa allar lutir upp á pláss í eini avtalu, sum er galdandi til árslok 2023, skrivar felagið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2022

40 Leygardagur 16. juli 2022

B36 nýggjan áleypara fyri Uros

Uros Stojanov er blivin skálamaður og B36 hevur tí fingið sær nýggjan styrk í álopspartinum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Danin Rasmus Reihdar Nissen hevur skrivað undir sáttmála við B36. 21 ára gamli Rasmus, sum er vaksin upp í OB, skal styrkja um álopspartin.

Hann hevur seinasta árið verið knýttur at Kolding við leigusáttmála.

- Hann er 182 sentimetrar høgur, og verður lýstur sum ein sterkur og skjótur spælari, sum hevur eitt sera gott skot. Skotið er eisini nýtt nógv í ungdómsrøðunum, har hann millum annað var toppskjútti, tá OB vann DM fyri U19 lið. Enn er gjøgnumbrotið á hægsta stigi í Danmark tó ikki komið, og hetta fram til kappingarlok verður tað her hjá okkum, at hann skal royna seg, skrivar B36 á heimasíðuni.

Herfyri gjørdist greitt, at málrevurin Uros Stojanov ikki longur fór at spæla í hvítum, men at hann hevði skrivað undir sáttmála við Skála, sum liggur aftast í Betri deildini. Síðani Uros Stojanov kom til B36 í fjørsummar hevur tað ikki gingið væl við málskjótingini, og tí samdust partarnir um at fara hvør til sítt.

B36 liggur á fjórða plássið í Betri deildini hjá monnum við 22 stigum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2022

41 Leygardagur 16. juli 2022

FC Suðuroy í samstarv við afrikanskt fótbóltsakademi

Avtala er longu gjørd við tveir leikarar at spæla við felagnum – ein úr Ghana og ein úr Nigeria

Emmanuel Andorful er longu byrjaður í FC Suðuroy
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fótbóltsfelagið í Vági og sunnara parti av Suðuroynni, FC Suðuroy, gongur nú nýggjar leiðir til tess at tryggja sær tilgongd av leikarum til besta liðið.

Felagið er farið í samstarv við eitt fótbóltsakademi í Ghana, Faith Soccer Academy, sum eitt nú merkir, at felagið fær leikaratiltongd frá akademinum, skrivar Suðurrás.

- Henda tilgongd fer at lyfta støðið á venjingunum og á tann hátt verða okkara egnu leikarar eisini mentir enn  meiri. Samstarvið við fótbóltsakademiið er eisini ein greiður liður í ætlanini hjá FC Suðuroy at menna besta mansliðið, soleiðis at FC Suðuroy aftur verður at síggja í fremstu deildini í føroyskum fótbólti, verður sagt.

Liðítróttin í Suðuroy hevur avbjóðingar við at talið á leikarum í vaksnamannadeildini er avmarkað og hartil er stór útskifting, tí eftir loknan fólkaskúla gongur leiðin hjá teimum flestu á miðnámsskúla og síðani á framhaldandi útbúgving uttan fyri Suðuroynna.

Hesa støðuna kennir FC Suðuroy eisini við, tí síðan kappingarlok 2021 hevur felagið mist 11-12 leikarar – eitt heilt fótbóltslið

Fyrstu tveir leikararnir eru longu komnir til Vágs, sum úrslit av samstarvinum við akademiið í Ghana. Talan er um ghanesiska miðvallaleikaran, Emmanuel Andorful, ið fyllir 19 ár í morgin, sum kom til Vágs fyrr í summar, og í næstum kemur 20 ára gamli verjuleikarin Jimmy Abdul, sum er úr Nigeria, eisini til Vágs.

Eftir stuttan steðg byrjar venjingin hjá FC Suðuroy aftur leygardagin, skrivar Suðurrás. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2022

42 Leygardagur 16. juli 2022

Pætur og Jónas gjørt sáttmála við 07 Vestur

Pætur Askelsen og Jónas Prior, sum fyltu 16 ár í vár, eru teir fyrstu í sínum árgangi at gera sáttmála við 07 Vestur

(Mynd: 07 Vestur)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tveir av ungdómsleikarunum hjá 07 Vestur, Pætur Askelsen og Jónas Prior, hava nú gjørt sáttmála við barndómsfelagið.

Pætur og Jónas, sum fyltu 16 fyrr í ár, umboða til dagligt U17-liðið hjá 07 Vestur, men teir hava eisini fingið sínar fyrstu dystir í 1. deild, og báðir hava eisini roynt at sita á bonkinum í Betri Deildini, skrivar 07 Vestur í tíðindaskrivi.

Sambært felagnum eru teir báðir teir fyrstu í sínum árgangi at gera sáttmála við 07 Vestur.

– Saman við Jón Nielsen, sum skrivaði sáttmála fyrr í ár, eru teir partur av sterka og evnaríka U17-hópinum, har væntandi fleiri koma at skriva sáttmála komandi tíðina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2022

43 Leygardagur 16. juli 2022

Christian Eriksen skrivað undir við United

Danin, sum fyri ári síðani small um í Parkini, er veruliga komin fyri seg aftur og hevur undirskrivað trý ára sáttmála við Manchester United

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Christian Eriksen hevur skrivað undir sáttmála við enska stórfelagið Manchester United. Hesum boðaði felagið frá fríggjadagin.

Talan er um trý ára sáttmála.

- Manchester Unite er eitt serligt felag, og eg gleði meg at sleppa í gongd. Eg havi havt tann framíhjárætt at spæla á Old Trafford fleiri ferðir, men at sleppa at spæla í reyðu troyggjuni hjá United, verður fantastiskt, sigur Christian Eriksen við heimasíðuna hjá felagnum.

- Eg havi framvegis stór mál við mínari yrkisleið. Tað er nógv, sum eg veit, at eg klári, og hetta er eitt gott stað at halda áfram við ferðini, sigur hann.

Seinasta hálva árið hevur Christian Eriksen spælt fyri Brentford, sum eisini spælir í Premier League.

Tað er eitt ár síðani, at hann undir einum EM-dysti í Parkini í Keypmannahavn móti Finnlandi, fekk hjartasteðg.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2022

44 Leygardagur 16. juli 2022

Jannie Dam Jacobsen fyri 100. ferð

Hundrað ferðir hevur roynda róðurskvinnan vunnið ein FM-róður

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jarnbardur við kvinnum vann farna leygardag á Fjarðastevnu. Tað er einki óvanligt í at Jarnbardur vinnur, og hetta var eisini fimtu ferð í ár, at blái báturin hjá Knørrafelagnum vann í ár.

Men samstundis er hetta 100. ferð, at Janni Dam Jacobsen vinnur ein FM-róður. 

Í dag er kappróður aftur á skránni. Tað verður á Vestanstevnuni, sum í ár verður hildin í Sørvági.

Myndir Jens Kr. Vang

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2022

45 Leygardagur 16. juli 2022

Rani og Aron til EM

EM í amboðsfimleiki verður í München í august, og við á danska landsliðnum eru Rani Allansson Dalsgarð og Aron D. Jacobsen

(Mynd: Havnar Fimleikafelag)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tá EM í amboðsfimleiki verður í næstum, eru báðir íðkararnir á danska landsliðnum úr Føroyum, og báðir hava sín uppruna í Havnar Fimleikarfelag.

EM í amboðsfimleiki verður í München í august. Teir báðir eru einastu umboðini fyri amboðsfimleikin hjá monnunum hesaferð, skrivar Havnar Fimleikafelag í tíðindaskrivi.

– Vit eru ótrúliga errin av Rana Allansson Dalsgarð og Aron D. Jacobsen og ynskja teimum bestu eydnu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2022

46 Leygardagur 16. juli 2022

Badminton stevnir ímóti framfýsnum felagsmálum

Á aðalfundi valdi Badmintonsamband Føroya herfyri nýggjar nevndarlimir og tók undir við nýggju strategiætlanini fyri føroyska ítrótt

Nýggj í nevndini fyri BSF eru Mariann Øster úr Hoyvík og Niels Juel Arge úr Klaksvík, meðan hini í nevndini eru Sofía Olsen, Katrin Jacobsen og Johnny í Grótinum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Herfyri helt Badmintonsamband Føroya (BSF) árliga aðalfund sín, har kunning, nevndarval og góðkenning av roknskapi var á skrá.

Á aðalfundinum møttu umboð fyri Havnar Badmintonfelag, Klaksvíkar Badmintonfelag, Miðvágs Badmintonfelag, ÍF og Nápur.

Nýggir nevndarlimir, sami formansskapur
Fyri vali hesaferð stóðu Katrin Jacobsen og Johnny í Grótinum, sum hava verið ávíkavist næstforkvinna og formaður. Harumframt blivu Mariann Øster og Niels Juel Arge nývald sum nevndarlimir, tá Elian Elttør og Birgit Ryan ikki ynsktu at halda fram í nevndini.

Nevndin hevur skipað seg við sama formansskapi sum áður.

Á aðalfundinum blivu limafeløgini kunnað um nýggju strategisku kósini fyri føroyska ítrótt, sum bleiv samtykt á aðalfundinum hjá ÍSF herfyri. Feløgini og nevndin taka fult undir við grundhugsanini

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2022

47 Leygardagur 16. juli 2022

Seks gullheiðursmerki í Varberg

Tað gekk væl, tá 19 svimjarar úr Havnar Svimjifelag kappaðust til Bockstensdoppet 2022 í Varberg í Svøríki – tað bleiv til seks gull- seks silvur, og tvey bronsuheiðursmerki

19 svimjarar úr Havn kappaðust í Varberg (Mynd: Havnar Svimjifelag)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað gekk væl, tá 19 svimjarar úr Havnar Svimjifelag kappaðust til Bockstensdoppet 2022 í Varberg í Svøríki.

Teir fingu møguleikan at royna seg við harðari kapping frá sterkum svimjarum úr Danmark, Noregi og Svøríki, og sambært Havnar Svimjifelag hava nógvar betringar verið at sæð, og bleiv tað til nógv góð úrslit.

Svimjararnir megnaðu at fáa heili seks gullheiðursmerki, seks silvur- og tvey bronsuheiðursmerki.

– Í svimjing snýr alt seg ikki um heiðursmerki, tað er nógv annað at arbeiða við hjá svimjarunum, til dømis at svimja seg til nálatíðir, sum eru varðar á vegnum í svimjiheiminum, betra seg í ávísum greinum og ikki minst at kappast við seg sjálvar fyri at betra sínar egnar tíðir, skrivar Havnar Svimjifelag.

– Tað vóru okkara bestu svimjarar Bartal E. Eidesgaard (2003) og Eyðrið Mortensen (2003), sum fóru við flestu heiðursmerkjum. Bartal svam seg til fýra gull- tvey silvurheiðursmerki, og Eyðrið fekk tvey gull- og eitt silvursheiðursmerki. Villiam Marius Samuelsen (2005), Bartal E. Eidesgaard (2003), Ari Rasmussen Weihe (2005) og Oddvaldur Leivsson (2008) vunnu bronsumerki í 4x50 blandað.

– Harafturat bleiv Bartal kosin besti svimjari í allari kappingini, og fekk eitt gávurkort á 1.000 krónur.

– Tað vóru eisini aðrir svimjarar, sum gjørdu seg galdandi, tá ið tað kom til heiðursmerki, tey vóru Ronja Ró í Dímun (2004), sum fekk eitt silvurheiðursmerki, Villiam Marius Samuelsen (2005) eitt bronsuheiðursmeriki og Dortea Dam (2007) tvey silvurheiðursmerki.

Úrslitini síggjast niðanfyri (grein, tíð, bólkur):

Gull:
Bartal E. Eidesgaard, 100 bringa, 02.09.43, A
Bartal E. Eidesgaard, 200 blandað, 02.16.00, A
Bartal E. Eidesgaard, 50 bringa, 30.13, A
Bartal E. Eidesgaard, 50 frí, 24.62, A
Eyðrið Mortensen, 200 blandað, 2.30.52, A
Eyðrið Mortensen, 400 frí, 4.42.12, A

Silvur:
Bartal E. Eidesgaard, 100 frí, 53.30, A
Bartal E. Eidesgaard, 200 frí, 2.00.03, A
Dortea Dam, 100 rygg, 1.15.67, B
Dortea Dam, 200 rygg, 2.44.84, B
Eyðrið Mortensen, 200 frí, 2.14.02, A
Ronja Ró í Dímun, 50 frí, 28.87, A

Bronsa:
Villiam Marius Samuelsen, 50 rygg, 30.26, A

Stafett:
Villiam Marius Samuelsen, Bartal E. Eidesgaard, Ari Rasmussen Weihe og Oddvaldur Leivsson, 4x50 blandað, 1.59.48, Opin


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2022

48 Leygardagur 16. juli 2022

Farnar til Danmarkar at fyrireika seg til NM í august

Ungu reiðkvinnunar Ester Dahl á Heygum og Ragnheiður Ólafsdóttir, hava fyrireikað seg í fleiri ár til at fara uttanlanda at kappast við teirra rossum

Frá vinstru Hugi, Ragnheiður, Ester og Vorboði
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ungu reiðkvinnunar Ester Dahl á Heygum og Ragnheiður Ólafsdóttir, hava fyrireikað seg í fleiri ár til at fara uttanlanda at kappast við teirra rossum.

Tað er ikki einki av tíð, orku og pengum tær báðar Ester Dahl á Heygum og Ragnheiður Ólafsdóttir hava lagt í, nú tær skula kappast til NM í Álandi komandi mánað. Umboð fyri Ríðisamband Føroya hava í dag vitja tær báðar í Svenstrup uttan fyri Ålborg.

Seinastu árini hava tær báðar brúkt nærum alla frítið at venja hestarnar Vorboða og Huga úti í Havnardali, tær meta sjálvar at undantikið tær fáu vikurnar rossini hava havt summarfrí seinastu árini, hava tær brúkt í miðal tríggjar til seks tímar hvønn dag at venja og ansa hestarnar. Umframt hetta hava tær, nú tær fara til Danmarkar at fyrireikað seg, brúkt alla summarfrítíðina og eitt sindur afturat, fyri at vera so væl fyri til NM sum gjørligt. Tær siga skemtandi at sosiala lívið, vinfólk og familja er av álvara forsømt hesa tíðina, men at tíðin røkkur ikki til bæði um man skal kappast á høgum altjóða støði.

Nú hava tær so eisini tikið tað stóra stigið, at fara til Danmarkar ein heilan mánað undan NM kappingina í Álandi í august, tær vera tískil burtur í nærum seks vikur, hetta so at tær og hestarnar kunna venja seg við hitan og tær øðrvísi umstøðurnar sum eru til kappingar uttanlanda. Sum liður í hesum so fara tær at luttaka í DM ið verður hetta vikuskiftið.

Spurdar um hvørjar vónirnar eru, so siga tær báðar at tær vóna at tær til NM kunna koma í eina b finalu, tað vil siga millum 10 tey bestu í teirra bólki, ið er ungreiðfólk. Ragneiður Ólafsdóttir er 21 ár og er hetta hennara seinasta ár í tí bólkinum, meðan Ester Dahl á Heygum er 16 ár, og er hetta hennara fyrsta ár í hesum bólki. Tær luttaka báðar í fjórðgongd, Ragnheiður Ólafsdóttir og Hugi eru eisini við í T1 meðan Ester Dahl á Heygum og Vorboði eisini luttaka í T2.

Til DM hava tær ikki sett sær neyv mál, tí tær eru so nýliga komnar til Danmarkar, men tann kappingin er bonus og góð fyrireiking fyri tær og rossini undan NM.

Tær búgva nú á rossagarðinum hjá Rasmus Møller Jensen í Svenstrup í Norðurjyllandi. Rasmus Møller Jensen er millum fremstu reiðfólk í Danmark og skal hesa tíðina leggja lag á hjá teimum báðum. Vanliga kostar tað nógv at fáa undirvísing á tí støðinum, men tær hava gjørt avtalu um at tær hesa tíðina hjálpa til á garðinum, við at venja onnur ross og annars at ansa rossum.

Sjálvt um tær fáa góða hjálp frá stuðlum, ríðisambandinum og teirra felag, so kostar hetta ævintýrið teimum eisini nógvar pengar úr egnum lumma. Tær meta at tað kostar áleið 60 til 70 túsind pr ross sum ferð til Álands, akkurát hvussu nógv tær sjálvar koma at gjalda, vita tær helst ikki fyrr enn aftaná tær eru komnar heim.

Umframt tær báðar so fara eisini Knút Lützen og Beinta P. Debes at umboða Føroyar til NM.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2022

49 Leygardagur 16. juli 2022

Ragnheiður og Hugi taka øll á bóli til DM

Unga reiðkvinnan hevur klára seg framúr væl til DM og er við í tveimum A finalum

Ragnheiður og Hugi (Mynd: Jógvan Niclasen)
SkrivaÐ:

Innsent

Føroyska reiðkvinnan Ragnheiður Ólafsdóttir megnaði at kvalifisera seg til tvær A-finalur í kappingini um danmarksmeistaraheitið hetta vikuskiftið.

Frammanundan var líttillátna mál hennara annars at koma í eina B finalu til DM. Ragnheiður Ólafsdóttir og Hugi luttaka í greinunum T1 og V1 U.

Tá innleiðandi kappingarnar hjá henni vóru lidnar, gjørdi egnar spádómar fyri skommum, hon megnaði at kvalifisera seg til A finalurnar í ikki minni enn tveimum greinum. Hetta man metast sum satt bragd hjá Ragnheiði Ólafsdóttir og Huga. Um man hyggur eftir úrslitinum í innleiðandi, so er heldur ikki óhugsandi at tey bæði á einum góðum degi kunna røkka einum heiðurmerkið til finalunar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2022

50 Leygardagur 16. juli 2022

BankNordik Open golfkapping næsta leygardag

Kappingin verður á golfbreytini á Glyvursnesi leygardagin 23. juli

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygardagin tann 23. juli 2022 verður skipað fyri BankNordik-Open golfkapping á golfbreytini á Glyvursnesi.

Kappingin verður skipað sum ein einstaklingakapping, ið samstundis eisini er ein liðkapping. Spælt verður við fullum handikappi. Spælt verður í tveimum, soleiðis at vinningar verða latnir teimum trimum bestu, ið hava flest stig eftir 18 hol, men eisini tí, sum hevur flest stig eftir 9 tey fyrstu holini. Vinningur verður eisini til tann leikaran, sum brúkar fægst sløg á øllum 18 holunum. 

BankNordik stuðlar kappingini við at lata øllum luttakarum eina eskju við BankNordik-bóltum. Harafturframt letur BankNordik teimum bestu í einstaklinga-kappingini góðar vinningar.

Eisini verða vinningar latnir spalarunum á vinnandi liðnum, umframt at aðrir smærri vinningar verða latnir eftir ávísum treytum í sjálvum spælinum. 

Umboð fyri BankNordik letur vinnarunum vinningarnar eftir lokna kapping.

BankNordik ynskir við hesum at stuðla golfítróttini, sum fólk í øllum stigum á lívsleiðini kunnu luttaka í. Runt allan heimin er áhugin fyri golfítróttini sera skjótt vaksandi. Tey íðkandi ganga nógv, og mýkja samstundis so at siga alt likamið tá spælt verður. 

Kappingin er fyri øll, sum við einum galdandi handikappprógvi, kunnu vísa at hava eitt handikapp, sum er 54 ella lægri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2022

51 Leygardagur 16. juli 2022

Heiðraður sum evropameistari

Búgvi Poulsen gjørdist herfyri evropameistari í judo fyri veteranar

Búgvi Poulsen hevur umboðað Føroyar á nógvum oyggjaleikum. Seinast í Gibraltar í 2019 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mánadagin var lítil samkoma í judohølinum í høllini á Hálsi í sambandi við at Búgvi Poulsen herfyri gjørdist europameistari í judo fyri veteranar.

Varaborgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annfinn Brekkstein, vitjaði inn á gólvið og helt, at tað er ikki bara fót- og hondbóltur tað heila, tá vit eisini klára okkum so væl á øðrum økjum, at vit nú kunnu hátíðarhalda ein europameistara í judo.

Tað var fyri einum góðum mánaða síðani, at tað frættust tey stórtiðindi, at Búgvi Poulsen hevði vunnið europameistaraheitið fyri veteranar, sum varð hildið á Kreta.

- Hetta er einastandandi flott – eisini tí, at hetta er fyrstu ferð, at føroyingar luttaka í EM-kappingini fyri veteranar. Hugaligt eisini at síggja, at tað er lív í felagnum, segði Annfinn Brekkstein millum annað í røðu síni fyri evropameistaranum. 

[object Object]
Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, og Búgvi Poulsen, evropameistari (Mynd: torshavn.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2022

52 Leygardagur 16. juli 2022

Fýra føroyingar við altjóða ‘frame running’-kapping

Ábraham Bjarnason, Martin Johannesen, John Heri Johansen og Levi Hanusarson ætla sær at koma heimaftur úr Frederiksberg við heiðursmerkjum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ímeðan flestu okkara njóta summarfrítíðina, eru 4 føroyskir frame-rennarar við í stórari altjóða kapping í Frederiksberg í Danmark, Framerunning developement camp & CPISRA international cup 2022

Hetta er ein stevna, har endamálið er at menna ítróttargreinina, og kappast á altjóða støði.

107 íðkarar úr 17 londum luttaka í stevnuni, sum í ár kann hátíðarhalda 25 ára stovningardag. Føroyskir luttakarar eru Ábraham Bjarnason, Martin Johannesen, John Heri Johansen og Levi Hanusarson.

Hetta er 14. ferð at Martin luttekur í kappingini, og hinir íðkararnir hava eisini allir roynt seg áður.

Í 2021 komu teir heimaftur við fleiri heiðursmerkjum og onkrum persónligum meti, og er málið at endurtaka avrikið í ár.

Við í ferðalagnum eru, umframt teir fýra íðkararnar, Diana Johannesen liðleiðari, Gunnar Eihilt Sivertsen, venjari og Bjarni Poulsen, Rebekka Eihilt Sivertsen, Poula Reinert Olsen, Katrin Syderbø og Elsebeth Syderbø, hjálparfólk.

Stevnan varir eina viku, men sjálv innleiðandi kappingin byrjar í dag, hósdagin 14. juli, og heldur á við kappingum og finalum fríggjadagin og leygardagin.

Tey ið ynskja at fylgja við hvussu tað gongur á Frederiksberg, kunnu fylgja við Facebook síðunum hjá Parasport Føroyar og Framerunning Føroyar

---

Fakta: Frame Running er ítróttargrein sum er ment fyri at geva fólki við breki og balansutrupuleikum møguleika at íðka. Ítróttagreinin er væl egnað til m.a. fólk við CP, vøddasvinni, parkinson ella øðrum kropsligum avbjóðingum, ið gera at tey ikki kunnu renna við egnari megi.

Ein Framerunner er ein trýhjólað súkkla uttan pedalir, har íðkarin sparkar seg fram eftir breytini. Parasport Føroyar skipar fyri regluligum venjingum, og eigur súkklur til tey, ið ynskja at royna ítróttagreinina.

Arbeitt verður fyri at fáa Frame running við á skránna á Pralympisku leikunum sum verða í Los Angeles 2028.

Tíðindaskriv frá Parasport Føroyar 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2022

53 Leygardagur 16. juli 2022

Venjingarmiðstøð latin upp við Margáir

Almenn móttøka var í felagshúsinum við Margáir í vikuni. Burn Fitness er latið upp

Jógvan Kruse, borgarstjóri, Jákup Suni Berg, stjóri í Burn, og Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri og formaður í trivnaðarnevndini (Mynd: Sunda.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hósdagin var almenn móttøka í niðaru hæddini í felagshúsinum hjá EB/Streymi við Margáir í Streymnesi. Hetta var í sambandi við at Burn Fitness letur nýggja venjingarmiðstøð upp, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.

Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri og formaður í trivnaðarnevndini, segði nøkur orð og høvið var at síggja sera góðu umstøðurnar, ið hava verið kallaðar tær bestu í landinum. Eisini var møguleiki at tekna sær hald. Afturat Burn Fitness verður fysioterapi klinikk hjá NB Fysioterapi eisini í nýggju hølunum.

Talan er um eitt høli á 240 fermetrar við tilhoyrandi vesi og skiftingarrúmum, ið eru sett av til endamálið. Tað er eitt ár síðani at Sunda kommunu bjóðaði arbeiðið at seta á stovn og reka venjingarmiðstøð við Margáir út alment. Avtala varð gjørd við Burn um at taka sær av rakstrinum og Sp/f HPH Smíð og Sp/f RenoVent um at gera hølini klár.

Tíðarætlanin og avtalan, um at hølini skulu vera klár og tilboðið lata upp á sumri í 2022 hevur hildið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2022