Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 23. juli 2022 | Nr. 30 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Nólsoyarpáll fingið nýtt pláss

SíÐa 7

1 Leygardagur 23. juli 2022

Góðan lesihug og góða ólavsøku

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Seinasta vaktin

Tjóðarhátíðin stendur fyri framman, og harvið eisini seinasta tingsetan í hesum valskeiðinum. Samgongan fer undir ta seinastu vaktina.

Í seinasta lagið á ólavsøku næsta ár skal løgmaður skriva út løgtingsval at vera í seinasta lagið 30. august 2023.

Nógv bendir á, at helst verður valið fyrr.

Út frá einum praktiskum sjónarhorni hevði tað verið gott, um val varð skrivað út í úrtíð, tí august mánaður er ikki ein væl egnað tíð at velja nýtt lóggávuting.

Hetta tí, at tað er júst tá, at arbeiði við at snikka saman fíggjarlógaruppskotið fyri tað komandi árið treingir seg mest uppá. Uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri komandi árið skal vera løgtinginum í hendi innan 1. oktober á hvørjum ári, og tí leggur embætisverkið nógvar kreftir í at fáa uppskotið gjørt júst í teimum seinu summarmánaðunum.

Vansin við einum løgtingsvali síðst í august er, at samgongan, ið tekur við eftir eitt løgtingsval, ikki fær veruliga ávirkan á fíggjarlógararbeiðið. Tað kann lættliga ganga tað mesta av einum mánaði áðrenn eitt samgonguskjal er skrivað, og harvið kann roknast við, at eitt fíggjarlógaruppskot verður lagt fram, sum bara er eitt eiti, og ikki hevur undirtøku á tingi.

Harvið skal øll fíggjarlógin endurmetast meðan viðgerðin fer fram í tinginum og í fíggjarnevndini. Harvið fer eitt stórt fyrireikandi arbeiði til spillis, og eitt stórt eykaarbeiði verður lagt á løgtingið fyri at fáa eina líkinda fíggjarlóg til at galda frá á nýggjárinum.

Út frá einum politiskum sjónarmiði er tað heldur ikki nógv, sum bendir á, at hendan samgongan heldur valskeiðið út. Ikki tí – støðan er ikki ókend. Tað er hent fyrr, at vit hava havt eina nærum óarbeiðsføra samgongu, sum hevur hildið so fast um valdið, at valskeiðið hevur fingið loyvi til at renna út, meira av tross enn av vilja til at vera landinum at gagni.

Nú vita vit sjálvandi ikki, hvat løgmaður hevur í kvittanum at bera løgtingslimum og Føroya fólki fram í setanarrøðu síni á ólavsøku.

Men vit hava ein illgruna um, at hann fer at geva okkum eina fatan av, at tað gongur og hevur gingið sera væl undir hesi borgarligu samgonguni. So væl, sum tað nú einaferð ber til, sæð í ljósinum av teirri avbjóðingum, sum eru komar uttanífrá.

Fyrst ein heimsumfatandi farsótt, sum – um ein skal trúgva serfrøðini – als ikki er heilt avhasað enn, og síðan eina fíggjar- og handilskreppu, sum fylgja av óskiljandi avgerðunum hjá valdsharranum, ið situr við borðendan í Kreml.

Men tað eru ov nógvar innanlendis avbjóðingar, avbjóðingar sum í stóru heimsmyndini tykjast sum smáting, ið ikki eru loystar vegna innanhýsis ósemjur. Júst í løtuni er tað samferðsluspurningurin, ið tykist vera stóra avbjóðingin. Har eru ongi tekin um, at tað fer at eydnast samgonguni at koma fram til eina loysn, sum semja fæst um.

Aðrar avbjóðingar eru eisini. Gongd í haga, sum frá fyrsta degi var ein av spurningunum, ið skuldu loysast í ein fart, er líka fløkjasligur enn tann dagin í dag. Ongi útlit til nakra semju. Grøna orkuskiftið tykist eisini vera langt frá málinum, hóast stór lop er og verða gjørd í hesum tíðum og ringt er eisini at fáa eyga á hvørjar ætlanir samgongan hevur til tess at loysa íbúðarneyðina í landinum.

Fleiri lyfti eru, ið ikki eru hildin – fleiri mál, sum samgonguflokkarnir ikki kunnu semjast um. Skal eydnast onkrum av núsitandi samgonguflokkunum at koma frá einum komandi løgtingsvali bara nøkulunda uttan alt ov djúp sár, er helst ráðiligt at finna sær okkurt av hesum málum til at slíta samgonguna við. Og harvið geva fólkinum møguleika fyri at velja politikarar, sum – vónandi – eru før fyri at taka átrokandi avgerðir. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3055

    Lisnar síður: 10636

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 23. juli 2022

Fíggingin til Mýruverkið II fingin til vega

Neyðuga fíggingin til verkætlanina við pumpuskipan í Vestmanna er fingin til vega frá føroyskum og útlendskum lánveitarum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinasti parturin av samlaðu fíggingini kom upp á pláss, tá forstjóri í norðurlendska Íløgubankanum NIB og stjóri og nevndarformaður í SEV skrivaðu undir eitt fimtan ára langt lán upp á 250 milliónir krónur.

Avtalan við NIB er ein av fleiri lánsavtalum, sum samráðst hevur verið um. Avtalur eru gjørdar við peningastovnar og tryggingarfeløg í Føroyum, Norðurlondum og Amerika.

Ein partur av fíggingini er avtala um tøkan kreditt á 650 milliónir krónur frá einum samtaki av føroyskum og norðurlendskum fíggingarstovnum, t.e. Skandinaviska Enskilda Banken sum fyrireikari saman við Betri Banka, BankNordik og Lív, og harumframt er ein partur av fíggingini læntur frá amerikanskum lív- og heilsutryggingarfeløgum.

Alt í alt eru skuld og trekningsrættir uppa 1,3 milliardir krónur endurfíggjað, og harafturat er nýggj figging uppá 900 milliónir krónur fingin til vega til íløgur komandi árini, herundir íløguna í pumpuskipanina.

Verkætlanin við pumpuskipan í Vestmanna – Mýruverkið II – er størsta verkætlan hjá SEV nakrantíð, og samstundis ein av størstu verkætlanum í Føroyum.

Arbeiða við loyvum

Mýruverkið II, sum ætlandi skal standa liðugt í 2027-2028, er krumtappurin í framtíðar burðardyggari elframleiðslu, og fer væntandi at spara samfelagnum fyri 55 GWt framleiddir úr olju árliga, sum svarar til uml. 12.000 tons av olju, umframt at CO2 útlátið minkar við 35.000 tonsum.

Higartil eru fígging og framleiðsluloyvi fingin til vega. Harafturat verður arbeitt við at útvega m.a. byggiloyvi, avtalu um lendi, loyvi frá friðingarmyndugleikanum og góðkenning av umhvørvisárinsmeting.

Tíðindaskriv frá SEV

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2022

3 Leygardagur 23. juli 2022

Dimma fær í posa og sekk

Dimmalætting fær nógv tann størsta miðlastuðulin í hesum umfarinum. Heilar 667.000 krónur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú vit nærkast ólavsøku kemur miðlastuðulsnevndin sum ketta úr høvdatroði við verkætlanarstuðli til tað, sum er eftir av árinum.

Tilsamans 56 umsóknir komu inn og trettan teirra vóru játtaðar.

Nógv tann størsti avtakarin á hesum sinni er Dimmalætting, sum hevur fingið játtan til sjey verkætlanir. Tann størsta av teimum er upp á heilar 242.903,85 krónur, sum er lítið minni enn stuðulin sum Sosialurin fær tilsamans.

Sosialurin hevur fingið játtað stuðul til fýra verkætlanir og fær 283.420 krónur úr landskassanum í verkætlanarstuðli.

Knassar, sum rekur Portal.fo og miðlarnir undir Portalinum, hevur fingið játtan til eina verkætlan upp á 70.000 krónur.

FM1 hevur fingið minst í stuðli. Tað bleiv til eina verkætlan upp á 60.000 krónur.

Tær flestu av verkætlanunum byrja komandi hálvár. Mannagongdin er tann, at helvtin av upphæddini, sum er játtað, verður goldin, tá ið verkætlanin byrjar. Hin helvtin verður rindað, tá ið framleiðslan er liðug, sigur Mentamálaráðið.

Av játtanini á 1,4 milliónir krónur, sum eru settar av til verkætlanarstuðul, verður beint undir 1,1 milliónir krónur brúktar til tær 13 umsóknirnar. Góðar 300.000 krónur eru eftir á verkætlanarstuðulsjáttanini fyri 2022. Hesar vera veittar út eftir nýtt stuðulsumfar í heyst.

Umframt játtan á 1,4 millióniur til verkætlanarstuðul eru framvegis 600.000 krónur, ið verða latnar sum rakstrarstuðul, grundað á lønarútreiðslur fyri undanfarna roknskaparár. Umsóknir til henda partin verða eisini viðgjørdar í heyst.

VP og Norðlýsið, sum annars hava fingið miðlastuðul seinastu árini, hava ikki fingið verkætlanar stuðul hesaferð.

Upphæddir tilsamans

Dimmalætting kr. 667.223,26
Sosialurin kr. 283.420,- 
Knassar / Portal.fo kr. 70.000,-
FM1 kr. 60.000,-

Hesar verkætlanir fingu stuðul hesaferð

Heitið

Miðil

Upphædd

Aktuelt

Dimmalætting

79.779,40 kr.

Aling fyri havnafólk

Dimmalætting

74.761,54 kr.

Fiskur fyri havnafólk

Dimmalætting

74.761,54 kr.

Knarrið

Dimmalætting

242.903,85 kr.

Ung listafólk

Dimmalætting

70.915,40 kr.

Uttanfyri sitat

Dimmalætting

44.322,13 kr.

Vísund

Dimmalætting

79.779,40 kr.

Prestar og kirkjur

FM1

60.000,00 kr.

Politiskt tilfar

Knassar

70.000,00 kr.

Sjónvarp á netinum

Sosialurin

49.920,00 kr.

Skapanarverk

Sosialurin

76.000,00 kr.

Tilflytarar

Sosialurin

60.000,00 kr.

Ummæli

Sosialurin

97.500,00 kr.

Tilsamans

 

1.080.643,26 kr.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2022

4
Leygardagur 23. juli 2022

Varðin Pelagic betraði úrslitið við 82 milliónum

Tað hevur gingið sera væl hjá pelagisku vinnuni og virkjunum á landi í 2021. Pf. Varðin Pelagic hevði 69,2 milliónir krónur avlopi í 2021

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Tað hevur gingið sera væl hjá pelagisku vinnuni og virkjunum á landi í 2021. 

Varðin Pelagic økti um søluna við 242 milliónum krónum, og betraði úrslit eftir skat við heili 82,6 milliónum í 2021 samanborið við 2020. 

Varðin Pelagic á Tvøroyri framleiðir liðugtvørur úr uppsjóðarfiski, sum er makrelur, sild, svartkjaftur og lodna. Sambært roknskapi felagsins verður upplýst at sølumarknaðirnir eru Evropa, Asia og Afrika. 

Árið 2021 var merkt av nógv øktari framleiðslu og sølu, har virkið sambært roknskaparfrágreiðingini framleiddi meira enn 114.500 tons.  

Raksturin gav 69,2 mió.kr. í avlopi 
Nettosølan hjá Varðanum Pelagic var heilar 851,9 milliónir krónur í 2021, er ein vøkstur á heilar 242 milliónir ella 39,6 prosent meira enn í 2020. 

[object Object]

Bruttoúrslitið í 2021 var 202,2 milliónir krónur, sum er meir enn tvífalt so gott sum í 2020, tá bruttoúrslitið var 86,8 milliónir krónur.  

Starvsfólkakostnaðirnir vóru í 2021 í alt 62,8 milliónir, sum eru heilar 9,6 milliónir krónir meira enn í 2020. Sambært roknskapinum starvaðust 170 fólk á Varðanum Pelagic í 2021, í mun til 125 fólk í 2020. Ongin ivi er um, at Varðin Pelagic er størsta arbeiðspláss á Tvøroyri og í Suðuroynni. So týdningurin av hvussu tað gongur á virkinum og hvussu nógv fólk dagliga hava arbeiði á virkinum skal ikki undirmetast fyri búskapin í Suðuroynni.

Úrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt Ebidta, øktist úr 33,1 milliónum í 2020 til heilar 139,8 milliónir krónur. Økingin er heilar 106,7 milliónir krónur ella 322,2 prosent.

Pf. Varðin Pelagic rindar í alt 15,3 milliónir krónur í partafelagsskatti fyri árið 2021.

[object Object]

Úrslitið eftir skatt gjørdist 69,2 milliónir krónur, sum skal samanberast við eitt hall á -13,4 milliónir í 2020. Úrsltið er tískil heilar 82,6 milliónir krónur betri í 2021 sammett við í 2020.

Fíggjarjavnin nærum 1 milliard 
Fíggjarjavnin hjá Pf. Varðanum Pelagic javnvigaði í 2021 við 997,4 milliónum krónur, tvs. nærum ein milliard krónur.  

Á ognarsíðuni eru størstu postarnir støðisogn, sum er føst ogn, sum í 2021 hevði eitt virði á 646,8 milliónir krónur, sum er nakað minni enn í 2020 tá støðisognir vóru 667,2 milliónir krónur

Ogn í umferð, sum eru ognir sum eru lættari umsetiligarar, var í 2021 350,6 milliónir krónur, sum skal síggjast í mun til 229,6 milliónir krónur í 2020.  

Serliga sæst, at vørugoymslan við ársenda 2021 var í alt 196,6 milliónir krónur, sum er nærum tvær ferðir størri enn í 2020, tá ið vørugoymslan var 100,6 milliónir krónur

Áogn var í alt 81,4 milliónir krónur í 2021 sammett við 28,4 milliónir í 2020.  

Samanlagt eru pengabindingar í vørugoymslur og áogn frá keyparum heilar 277,9 milliónir krónur við árslok 2021. 

Tøkur peningur við árslok 2021 var 61,6 milliónir, sum er nakað minni enn í 2020 tá tøki peningurin var 91,5 milliónir krónur

Eginpeningurin 435,7 milliónir 
Pf. Varðin Pelagic er ein fíggjarliga sterk fyritøka. Eginpeningurin vi árslok 2021 var 435,7 milliónir krónur, sum gevur eitt trygdarevni á 43,7 prosent, sum má metast at vera gott.

[object Object]

Felagið hevði í 2021 eina langfreistaða skuld á 203,9 milliónir, sammett við 219,6 milliónir krónur í 2020. Tískil hevur felagið rindað 15,7 milliónir aftur av tí langfreistaðu bankaskuldini í 2021. Felagið hevði bæði í 2021 og í 2020 35 milliónir krónur í langfreistaðum lánið frá atknýttari fyritøku. 

Stuttfreistaða skuldin øktist úr 269,4 milliónum í 2020 til 301,3 milliónir krónur í 2021. Serliga sæst at skuldin til peningastovnar er økt úr 6,9 milliónum til 18,2 milliónir krónur, at vøru- og tænastuskuldin øktist úr 17,7 milliónum í 2020 til 36,1 milliónir krónur í 2021.  

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lyklatølini hjá Varðanum Pealgic
Ognaravkastið, sum er rakstraravlop áðrenn fíggarpostar í mun til samlaða javnan, var 9 prosent. Sæð í mun til stóru fíggjarstøðuna verður mett at hetta avkastið er gott. 

Eginpeningsavkastið var 19 prosent í 2021, sum má metast at vera gott. 

Gjaldførislutfallið hjá Pf. Varðin Pelagic var 116 prosent í 2021 samanborið við 85 prosent í 2020, Vanlig meginregla sigur, at hetta lyklatal skal verða yvir 100 prosent, fyri at gjaldførið er rímuligt.  

Samanumtikið kunnu vit siga, at talan er um ein góðan roknskap hjá Varðin Pelagic, har rakstraravlopið var gott og vaksandi, felagið er væl fyri fíggjarliga og gjaldførið er somuleiðis gott.  

Stjóri í Pf. Varðin Pelagic er Bogi Jacobsen og nevndarformaður er Jógvan Petur Hentze. 

Skrásettir eigarar av partabrøvunum í Pf. Varðin Pelagic eru, Pf. Bacalao, Pf. Delta Seafood, Pf. Kimbil og Pf. Varðin.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2022

5

Størv

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Landmátingsteknikari til Munin

Meira Umsóknarfreist: 10. desember 2024

Tekniskur leiðari til Strandfaraskip Landsins

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Ráðgevi til Sansir

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024
6 Leygardagur 23. juli 2022

Smáar 40 milliónir í avlopi

Ársúrslitið hjá Effo í 2021 er eitt lítið vet verri enn í 2020, sum annars var besta árið nakrantíð

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Tað hevur aftur gingið sera væl hjá orkufelagnum Pf. Effo í 2021. Ársúrslitið gjørdist eitt avlop á 39,5 milliónir krónur, sum bert er 300.000 krónur lægri enn í 2020, sum annars besta úrslit nakrantíð hjá Effo.

Vinningsbýtið til partaeigararnar gjørdist 29 milliónir krónur.

Rakstrarroknskapurin
Samlaða sølan hjá Effo øktist munandi í 2021. Samlaða sølan í 2021 í móðurfelagsroknskapinum var 972,2 milliónir krónur, sum er heilar 202 milliónir krónur ella 26 prosent hægri enn í 2020. Orsøkin sambært ársfrágreiningini hjá Effo er upplýst at verða hækkandi oljuprísur og eisini ein hækkaður dollarakursur, sum er gjaldoyra, sum olja vanliga verður keypt við.

Tí skal økta sølan á 26 prosent síggjast í eini tilsvarandi øktum vørukeypið av serliga oljuúrdráttum, sum harvið ávirkar ein øktan søluprís í 2021.

[object Object]

Bruttovinningurin, sum er munurin millum samlaðu søluna og framleiðslukostnað, minkaði úr 139 milliónum í 2020 til 136,9 milliónir krónur í 2201. Minkingin er 2 milliónir krónur, ella 1,5 prosent.

Úrslitið áðrenn avskrivingar og rentur, eisini nevnt ebidta, var 64,6 milliónir krónur í 2021, sammett við 63,3 milliónir krónur í 2020. Hækkingin var 1,3 milliónir ella 2 prosent.

Partafelagsskattur at rinda var 10,9 milliónir krónur av úrslitinum áðrenn skatt á 50,4 milliónir krónur í 2021. 

Ársúrslitið fyri 2021 vísir eitt avlop upp á 39,5 milliónir krónur sammett við 39,8 milliónir í 2020. Talan er um eina marginala minking í ársúrsltinum á -0,8 prosent í 2021.

[object Object]

Av ársúrslitinum hevur aðalfundurin samtykt at rinda eigarunum 29 milliónir krónur í vinningsbýti.

Fíggjarjavnin
Fíggjarjavnin hjá Effo javnvigaði í 2021 við 358,1 milliónum krónur, sum er 79 milliónir meira enn í 2020.

Støðisogn íalt var 181 milliónir krónur í 2021 sammett við 155,6 milliónir í 2020. Serliga sæst at kapitalpartar í atknýttum feløgum í 2021 eru øktir við 28 milliónum krónur.

Ogn í umferð er somuleiðis økt úr 278,7 milliónum í 2020 til 358,1 milliónir krónur í 2021.  

Samlaða skuldin hja Effo øktist úr 148,9 milliónum til 215,9 milliónir krónur í 2021, sum svarar til eina øking á 25,6 milliónir krónur, ella 17 prosent.  Langfreistaða skuldin var í 2021 41,5 milliónir krónur og stuttfreistaða skuldin 174,5 milliónir krónur.

Eginpeningurin hjá Effo í 2021 var 139,5 milliónir krónur, íroknað tær 29 milliónirnar, sum vóru avsettar til vinningsbýti í 2021.

Trygdarevnið, sum er er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur, var 38 prosent í 2021, sammett við 46 prosent í 2021.

Gjaldførið hjá Effo, um hugt verður eftir gjaldførislutfallinum, er økt úr 92 í 2020 til 102 prosent í 2021. Tøkur peningur við ársenda 2021 20 milliónir krónur.

Ognaravkastið, sum sigur hvussu rakstrarlønsemið hevur verið í mun til samlaða fíggjarjavnað, var 14 prosent í 2021, sammett við 19 prosent í 2020. Hóast eitt fall er framvegis talan um eitt gott ognaravkast.

Eginpeningsavkastið, sum vísir hvat úrslitið hevur givið eigarunum í avkastið á eginpeninginum, var 29 prosent í 2021 móti 27 prosent. Hetta er eisini eitt gott avkast. Somuleiðis má viðmerkjast at eigaranir hava fingið 29 mió.kr. útgoldnar, sum má metast at vera gott.

Samanumtikið má aftur í ár staðfestast, at Effo hevur haft ein stak góðan roknskap fyri 2021. Raksturin hevur verið góður og hevur Effo megna í mong ár at hava góð og støðug rakstrarúrslit.

Effo upplýsir í roknskapinum, at talið av starvsfólkum í 2021 var í alt 100 ársverk. 

Stjóri í Pf. Effo er Janus Thomsen. Nevndarformaður er Árni Rasmussen.

Í roknskapinum verður upplýst, at Pf. Tjaldur og Kolan Aps, Hirtshals (eitt felag hjá Gullak A. Madsen, -red.), hava avgerðandi ávirkan á Pf. Effo. Hetta merkir at teir samanlagt eiga meira enn 50 prosent ella sita á meirlutanum av stemmunum í felagnum.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen, frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2022

7 Leygardagur 23. juli 2022

Nólsoyarpáll fingið nýtt pláss

Hópin av fólki var møtt upp i Vágsbotni, nú standmyndin av Nólsoyar Pálli er tikin fram aftur og royndarætlan sett í verk í økinum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrrapartin fríggjadagin var hátíðardømur í Vágsbotni í sambandi við, at standmyndin hjá Hans Paula Olsen av Nólsoyar Páll nú eftur er at síggja í almenna rúminum í Havn.

Eftir av hava verið goymdur burtur í eina tíð, er standmyndin nú sett á ein klett, sum stendur úti í sjónum í smábátahavnini á Vestaru vág.

Talan er um eina royndarætlan.

Sverri Egholm tók myndirnar

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2022

8 Leygardagur 23. juli 2022

Evropeiski miðbankin hækkar rentuna við 0,50 prosentstigum

Fyri fyrstu ferð í 11 ár hækkar evropeiski miðbankin rentuna

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Evropeiski miðbankin (ECB) hækkar sína rentu við 0,50 prosentstigum upp til 0,00 prosent.

Tað er fyrstu ferð síðani 2021, at miðbankin hækkar rentuna, og hetta er munandi meira enn tey 0,25 prosentstigini, sum væntað varð, at rentan fór at hækka, skrivar Danmarks Radio.

Væntað verður at danski tjóðbankin eisini fer at hækka sína rentu av tí sama. 

Rentuhækkingarnar vera gjørdar í einari roynd at byrja fyri ógvuligari príshækkan. Við at rentan verður hækkað, verður tað dýrari at læna pengar, og tað verður meira lokkandi at spara upp.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2022

9 Leygardagur 23. juli 2022

BankNordik hækkar rentuna

Tað verður eitt sindur dýrari at læna pening, meðan minni skal gjaldast í negativari rentu av innlánum - rentubroytingarnar fáa tó ikki gildi fyrr enn 5. september

(Savnsmynd: BankNordik)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á fundi 21. juli avgjørdi evropiski miðbankin (ECB) at hækka rentuna við 0,5 prosentstigum. Rentuhækkingin var væntandi, og hevur til endamáls at tálma inflatiónini, ið hevur verið hækkandi seinasta árið. 

Í kjalarvørrinum á fráboðanini hjá ECB boðaði danski tjóðbankin frá somu rentuhækking, og hetta hevur nú við sær, at BankNordik í næstum fer at hækka bæði innlánsrentur og útlánsrentur.

- Rentubroytingin merkir, at rentan á øllum innlánum og útlánum við broytiligari rentu fer at hækka. Tað verður eitt sindur dýrari at læna pening, meðan minni skal gjaldast í negativari rentu av teimum innlánum, sum kundarnir hava í bankanum, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Fyri privatkundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,5 prosentstigum, meðan útlánsrentur fara at hækka við 0,4 prosentstigum. Fyri vinnukundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,3 prosentstigum, meðan útlánsrentur fara at hækka við 0,5 prosentstigum.

Rentubroytingin fær gildi 5. september.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2022

10 Leygardagur 23. juli 2022

Betri banki hækkar rentur og strikar negativa innlánsrentu fyri privatkundar

Fyri privatkundar hækkar útlánsrentan 0,40 prosentstig. Samstundis er avgerð tikin um, at privatkundar ikki skulu gjalda negativa rentu av innistandandi eftir 1. september

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Grundað á, at altjóða rentustøðið er hækkað munandi seinastu tíðina umframt, at rentan hjá danska tjóðbankanum er hækkað 0,50 prosentstig, hækkar Betri Banki rentuna 1. september 2022. 

Fyri privatkundar hækkar útlánsrentan 0,40 prosentstig. Samstundis er avgerð tikin um, at privatkundar ikki skulu gjalda negativa rentu av innistandandi eftir 1. september 2022. 

Rentan hjá vinnukundum hækkar 0,50 prosentstig fyri bæði út- og innlán. 

- Rentuhækkingin merkir, at okkara kundar skulu gjalda millum 0,40 og 0,50 prosentstig meira í rentu á sínum lánum, kredittum og ábyrgdum. Hinvegin merkir tað eisini, at negativa innlánsrentan, sum í dag er -0,75 prosent, verður -0,25 prosent fyri vinnukundar, meðan privatkundar ikki skulu gjalda negativa rentu, sigur Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2022

11 Leygardagur 23. juli 2022

Sheep og Rumbul nøgd við eina góða avtalu

Leiðslan í Sheep og leiðslan í Rumbli eru samd um, at Rumbul yvirtekur Sheep, eftir at partarnir hava samráðst seg til eina góða avtalu. Nú skal Kappingarráðið taka endaliga støðu til keypið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Rumbul yvirtekur Sheep, eftir at partarnir í samráðingum eru komnir á samt um rætta prísin. Sølan kom í lag eftir samrøður millum partarnir, sum endaðu við samráðingum, ið førdu til avtaluna, sum nú liggur á borðinum.  

- Hetta hevur verið ein líðandi gongd, og vit sóu, at okkum stóð í boði at yvirtaka eina vælrikna fyritøku. Tað stóð eisini eigarunum í Sheep frítt at selja til onkran annan, men eg meti, at báðir partar í hesum føri eru komnir til eina skilagóða og rímiliga avtalu, sigur Rói Ørvarodd, stjóri í Rumbli.

- Vit hava bygt upp eina fyritøku, sum vit hava roynt at rikið á skynsamasta hátt. Vit eru errin av Sheep, men nú var ein møguleiki hjá okkum at selja fyritøkuna fyri ein nøktandi prís, og tað eru vit fegin um. Hetta gevur eisini okkum møguleika at royna nýggjar leiðir, sigur Lis Waagstein, stjóri í Sheep. 

Rói Ørvarodd upplýsir, at handlarnir frameftir verða riknir hvør sær sum Rumbul og Sheep – hvør eftir sínum leisti. 

Kappingarráðið skal taka endaliga støðu til yvirtøkuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2022

12
Leygardagur 23. juli 2022

Triði kranin komin á Molan

Faroe Ship hevur frammanundan kranarnar Grepp og Gríp. Nú er triði kranin komin

(Mynd: Faroeship)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í vikuni kom serflutningsskipið Meri úr Íslandi við einum stórum krana úr Reykjavík. 

Talan er um ein Gottwald krana, sum kann lyfta 125 tons. Frammanundan hevur Faroe Ship kranarnar Grepp og Gríp, sum lyfta ávíkavist 100 og 110 tons. 

Nýggi kranin er partur av grønu umleggingini hjá Faroe Ship, tí kranin er soleiðis útgjørdur, at hann burturav kann vera eldrivin.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2022

13 Leygardagur 23. juli 2022

Heilsufrøðiliga starvsstovan: Framvegis fuglakrím hjá villfugli í Føroyum

Eftir at hava kannað fleiri fuglar í mai og juni, er sjúkan staðfest hjá skúgvum, svartbakum og súlum, sum vórðu funnar ymsastaðni í landinum

(Mynd: hfs.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í desember 2021 varð fuglakrím fyri fyrstu ferð staðfest í Føroyum.

Tá boðaði Heilsufrøðiliga starvsstovan frá, at tveir skúgvar høvdu fingið staðfest sjúkuna, og varð heitt á fólk um at boða frá, um tey sóu deyðan fugl.

Í januar varð sjúkan síðani staðfest hjá einum fugli afturat. Hesaferð varð talan um ein svartbak, og eftir at hava kannað fleiri fuglar í mai og juni, er sjúkan staðfest hjá fleiri fuglum afturat ymsastaðni í landinum.

Flestu kanningarnar vóru av skúgvi. Harafturat vóru eisini kanningar av súlu, svartbaki, ternu, havhesti, ritu og dúgvu. Av hesum vóru funnin positiv fyri fuglakrím, HPAI H5N1 í níggju skúgvum, tveimum svartbakum og tveimum súlum. Fuglarnir vóru í Skúvoy, Suðuroy, Vágum, Streymoy og Eysturoy.

At fuglakrím varð staðfest í skúgvi og nú eisini í súlu var ikki óvæntað, eftirsum tey seinasta heyst staðfestu fuglakrím hjá skúgvi í Hetlandi, og seinni eisini hjá súlu í Skotlandi. Svartbakur verður lættliga smittaður av fugli, sum hann tekur, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum framvegis mælir til, at fólk so vítt gjørligt byrgja fyri, at heimafuglur kemur í samband við villfugl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2022

14 Leygardagur 23. juli 2022

Magnus skal standa á odda fyri Tvátti

Tváttur reinsarí og vaskarí hevur fingið nýggjan leiðara. Hans Jacob Kollslíð sum seinastu tvey árini hevur verið leiðari á virkinum, fer aftur í sítt starv á miðnámi

Magnus Jørmundsson og Hans Jacob Kollslíð (Mynd: Tváttur)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður Magnus Jørmundsson, sum framyvir verður leiðari á Tvátti, sum er reinsarí og vaskarí.

Magnus Jørmundsson er 35 ára gamal, og er útbúgvin Cand. Merc. frá Aalborg Universitet. 

Hans Jacob Kollslíð, sum hevur verið leiðari á virkinum hesi seinastu tvey árini, fer aftur í sítt starv á miðnámi, haðani hann hevur havt farloyvi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2022

15 Leygardagur 23. juli 2022

33 nýggj grundstykki á Sandi

Eisini er avtalað gjørd um keyp av grundøki til nýggjan barnagarð

Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, skrivar undir avtalu við J&K Petersen (Mynd: Sands kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sands kommuna fer nú undir at útstykkja uppi á ryggi, nevnt Skarðsbøur.

Útbyggingin er upp á 33 grundstykkir, sum verða gjørd byggibúgvin. Arbeiðið sum J&K Petersen skal gera, skal byrja 15. august.

Sum framhald av nýggju útstykkingini, er ætlanin at byggja nýggjan nýmótans barnagarð. Avtalað er gjørd um keyp at grundøki til barnagarðin, sigur Sands kommuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2022

16 Leygardagur 23. juli 2022

Her er ikki loyvt at koyra

Fýra bilførarar fingu klipp eftir lítlari løtu mikudagin, tá løgreglan gjørdi átak í Marknagili

(Mynd: Google Maps)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er ikki loyvt at koyra frá Janusargøtu og oman til útkoyringina á Hans Andriasar gøtu úti í Marknagili í Havn.

Hetta máttu fýra bilførarar ásanna mikudagin, tá løgreglan stóð fyri teimum. Útkoyringin er nevniliga bara til bilar, sum koma eftir Hans Andriasar gøtu fram við Skúlanum á Fløtum, og ætla sær út á Marknagilsvegin.

Eftir stuttari løtu vóru fýra bilar steðgaðir, og allir fýra bilførararnir fingu klipp í koyrikortið.

- Tá hatta kann fáast eftir lítlari løtu, vera vit nokk aftur har úti onkran dagin, verður sagt av løgreglustøðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2022

17
Leygardagur 23. juli 2022

Fáa ikki føroyingar eftir “fólksins ogn”

Nú tykist orðingin “at fara til skips” á dreingja munni, at skapa ørkymlan hjá fleiri foreldrum, sigur John Kári Jacobsen, skipari á Jákupi B. Tað er trist, álvarsamt og eitt sindur ræðandi, um føroyskur ungdómur velur sjólívið sum tað síðsta, ella als ikki

John Kári Jacobsen, skipari á frystilínuskipinum Jákupi B (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Tað er gott og neyðugt at ungdómur útbúgvir seg, men tíðin er sera nógv broytt og kanska ovmikið nógv. Tá eingin tosaði um fólksins ogn, fóru ungir og eldri føroyingar spentir eftir henni. Nú fleiri rópa upp um fólksins ogn, er trupult at fáa føroyingar eftir ognini!

Tað sigur John Kári Jacobsen, skipari á frystilínuskipinum Jákupi B.

- Hóast rímuliga góða inntøku, er tað trupult at manna partar av føroyska fiskiflotanum við føroyingum. Fyrr gleddu ungir dreingir seg til at gerast fjúrtan ár og at sleppa til skips. 

Nú tykist orðingin "at fara til skips" á dreingja munni, at skapa ørkymlan hjá fleiri foreldrum, sigur hann.

- Tað er trist, álvarsamt og eitt sindur ræðandi, um føroyskur ungdómur velur sjólívið sum tað síðsta, ella als ikki, tí enn stendur samfelagið einamest á tveimum beinum – fiskivinnuni og alivinnuni, sigur hann.

- Hendan støðan hevur ført við sær, at fleiri føroysk skip hava fleiri útlendingar umborð.

- Flestu teirra eru raskir og álítandi menn, men hvar er føroyski ungdómurin, spyr hann.

- Nøkur skilja hetta óivað sum grenj, men hendan støðan ørkimlar meg og fleiri sum hava ábyrgd av fiskiskipum. Fleiri av gomlu skipunum eru skift út við nýggjari og betri skip, og kortini er tað ein avbjóðing at manna skipini við føroyingum.

Øll kunnu ikki vera akademikarar, ella sigla við nótaskipum og við bestu trolarum, so vónandi sígga vit framhaldandi ungar føroyingar umborð á øðrum fiskiskipum eisini, sigur John Kári.

Jákup B er til fiskiskap við Føroyar.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2022

18 Leygardagur 23. juli 2022

Menninir sita á tungu nevndarsessunum

Í almennum nevndum og ráðum er yvirskipaða kynsbýtið soleiðis, at menn sita í 63 prosent av nevndarsessunum, meðan kvinnur sita í 37 prosent av sessunum. Tað vísti ein lýsing, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi gjørdi í 2020

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í 2020 gjørdi Javnaðarflokkurin á Fólkatingi eina lýsing av vantandi javnstøðuni í Føroyum.

Partur av tí arbeiðinum snúði seg um kynsbýtið í almennum nevndum og ráðum. Yvirskipaða kynsbýtið vísti, at menn sótu í 63 prosent av nevndarsessunum, meðan kvinnur sótu í 37 prosent av sessunum.

Sambært javnstøðulógini skal kynsbýtið í almennum nevndum vera umleið javnt, og í undantøkum verður miðja ímóti, at annað kynið ikki umboðar meira enn 60 prosent av sessunum. Yvirskipaða kynsbýtið er sostatt rættiliga tætt uppat tí, sum javnstøðulógin áleggur.

Hyggja vit tó eftir kynsbýtinum í teimum nevndum og sessum, sum geva mest í persónligari samsýning, so er myndin øðrvísi: Av teimum 11 sessunum, sum geva størsta samsýning, sita menn í níggju, meðan kvinnur bert sita í tveimum sessum.

Tað sæst altso ein greiður samanhangur millum lønsemi og kyn í nevndar- og ráðsessum. Kvinnur sita meira sannlíkt í minni lønsomum nevndum, meðan menn meira sannlíkt sita sum formenn, tá ið samsýningin er høg.

Greiningin vísir eisini sum heild, at javnstøðan yvirhøvur er góð, har sum lønsemið er lágt, men at menn eru sterkt yvirumboðaðir í hægst avløntu nevndarsessunum.

Greiningin kann lesast her.

Parturin um almennar nevndir og ráð er á síðu 56.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2022

19 Leygardagur 23. juli 2022

Alt virksemið hjá IRF ISO-góðkent

Við ISO-góðkenningunum átekur IRF sær at arbeiða við munadyggum loysnum innan fyribyrging, innsavning, viðgerð og hagreiðing av burturkasti frá borgarum og virkjum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í juni mánað varð innan- og uttanhýsis ISO-skoðan framd hjá IRF, og nú eru allar deildir hjá IRF góðkendar sambært ISO-14001 fram til juli 2025.

Alt virksemið hjá IRF fekk á fyrsta sinni ISO-góðkenning í fjør, tí árini frammundan vóru tað bara tvær deildir hjá IRF, Oljureinsiverkið og Serhøllin, sum vóru umfataðar av umhvørvisstýrisskipanini ISO-14001.

Umframt at allar støðirnar hjá IRF nú eru ISO-góðkendar, hevur IRF fingið ISO-góðkenning fyri at hava sett heimsmálini hjá ST í verk.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í seks av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning, og hann útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari.

Um ISO-góðkenningarnar

Við ISO-góðkenningunum átekur IRF sær at arbeiða við munadyggum loysnum innan fyribyrging, innsavning, viðgerð og hagreiðing av burturkasti frá borgarum og virkjum.

ISO-leiðsluskipanir eru stýringsamboð, ið verða nýtt kring allan heimin. Endamálið við leiðsluskipanunum er eitt nú at tryggja, at øll starvsfólk arbeiða eftir sama leisti, soleiðis at góðskan á arbeiðinum verður so góð og jøvn sum gjørligt.

Hetta setur stór krøv til eitt nú mannagongdir og skrásetingar, og verður frameftir ein partur av gerandisdegnum hjá flest øllum starvsfólkum hjá IRF.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2022

20 Leygardagur 23. juli 2022

Lítil vitan um sálarliga arbeiðsumhvørvið

Skúlunum mangla betri skipanir at taka sær av lærarunum, eisini til at boða frá um arbeiðsskaða, heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag

– Arbeiðið hjá læraranum er at fáast við menniskju, og tí fáa lærarar sálarligar stoytir, til tíðir so harðar, at tey fáa skaða av hesum og fella frá í styttri ella longri tíð, sigur formaðurin í Lærarafelagnum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Vit síggja avleiðingarnar av ótryggum sálarligum arbeiðsumhvørvi, tá limir í Lærarafelagnum leggjast fyri, men vit vita lítið um umstøðurnar annars.

Soleiðis skrivar Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags í grein í Skúlablaðnum.

Hann sigur, at mann sær ov nógvar støður, har starvsfólk vísa tekin um máttloysa og at enda koppa í starvinum, og hetta hevur stórar avleiðingar fyri gerandisdagin hjá hesum fólkum og avvarðandi teirra.

– Um vit dugdu betur at skipa sálarliga arbeiðsumhvørvið og at hyggja at vandateknum og taka okkum av støðunum, so kundu vit sloppið undan fleiri lagnum, har álítandi starvsfólk fella í fátt, og arbeiðsplássið missir dugnalig starvsfólk.

Jacob Eli S. Olsen vísir á, at vit hava rætt til eitt trygt arbeiðsumhvørvi, bæði tá talan er um fysiska og sálarliga arbeiðsumhvørvið.

Tá talan er um fysiskar vandar í arbeiðsumhvørvinum, eru trygdarskipanir, eitt nú krav um hjálm, trygdarskógvar og aðrar verjur, men tá talan er um at verja okkum ímóti sálarligum vandum í arbeiðsumhvørvinum, so eru fáar verjur og skipanir at tryggja okkum, sigur hann.

– Vit vita ov lítið um sálarliga partin av arbeiðsumhvørvinum, og sálarligir arbeiðsskaðar hjá lærarum eru ikki fráboðaðir sum arbeiðsskaði til myndugleikarnar, um vit hyggja at hagtølunum hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Arbeiðið hjá læraranum er at fáast við menniskju, og tí fáa lærarar sálarligar stoytir, til tíðir so harðar, at tey fáa skaða av hesum og fella frá í styttri ella longri tíð. Skúlunum mangla betri skipanir at taka sær av hesum lærarunum, eisini til at boða frá um arbeiðsskaða.

Skal lærarin gagna børnunum, má hann hava eitt persónligt yvirskot at geva av hvønn einasta undirvísingartíma, og tí hevur arbeiðið fyri sálarliga arbeiðsumhvørvinum í skúlunum so nógv at siga, ikki bara fyri læraran, men eisini fyri næmingarnar, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2022

21 Leygardagur 23. juli 2022

Laksatorg á Glyvrum í dag

Summartiltakið hjá Runavíkar kommunu er aftur á skrá í dag. Byrjað verður klokkan 10

(Mynd: Rógvi Langgaard / Laksatorgið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í dag er havnalagið niðri á Støð á Glyvrum karmur um stóra Laksatorgið. Umframt smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrosti og undirhald fevnir tiltakið eisini um sølutorg og opið hús á virkinum hjá Bakkafrosti.

Salmona og Gullaksa skipa barnaundirhaldið allan dagin, og har verða teknikappingar, andlitsmáling og sjóselfie. Á pallinum framføra m.o. Ævintýraferðin saman við SWAY. Bátafelagið á Bakka hevur sett kør upp á havnalagnum, har tey hava savnað ymisk sjódjór.

Í stóra tjaldinum er sølutorg, har úrvalið er fjølbroytt, alt frá prýðislutum, hondbundnum vørum, gávulutum og leikum. Eisini endurnýtsla er millum mongu tilboðini.

Stór grill verður sett upp, og fleiri tjøld eru á økinum, har smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrosti verða at fáa.

Virkið hjá Bakkafrosti fer at hava opið hús og bjóða gestum inn at síggja virkið.  Rundvísing verður á framleiðsluvirkinum, har Regin Jacobsen, forstjóri, og Símun P. Jacobsen, sølustjóri, hava framløgur. Rundvísingarnar eru millum klokkan 11 og 14. Harumframt verða smakkiroyndir at fáa í kantinuni, og Magni Christiansen fer at syngja.

Sum nakað nýtt verða listaframsýning og framførsla í gamla íshúsinum og listabrunnurin er opin einum bátaneysti.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2022

22 Leygardagur 23. juli 2022

Nógv á skránni á Ljósfestini í ár

Leygardagin 13. august verður aftur Ljósfest í Vági

Í fjør var Ljósfest aftur hildin til heiðurs fyri elverkinum í Botni, sum tá bleiv 100 ár tann 18. juli 2021 (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin 13. august verður árligi mentanardagurin í Vági – Ljósfest.

Eins og undanfarna árið, er dagurin samansettur av mentanarligum tiltøkum og tónleiki. Heitið Ljósfest stavar heilt afturi frá 1921, tá vágbingar hátíðarhildu ljósfest fyri Elverkinum í Botni og tað, at streymurin kom til Vágs.

Í fjør var Ljósfest aftur hildin til heiðurs fyri Elverkinum, sum tá bleiv 100 ár tann 18. juli 2021. Ljósfestin í fjør, sum tó varð hildin á heysti, var ein samanrenning mentanarligum, søguligum og tónleikaligum tiltøkum.

Í ár skipar Vágs Kommuna aftur fyri Ljósfest. Mentanardagurin verður, sum áður nevnt, leygardagin, 13. august, og hevur dagurin eina fjølbroytta skrá, sum byrjar klokkan 11.

Úr skránni kann nevnast, at barnatiltak verður á pallinum í miðbýnum, listaframsýning verður í Miðlatúni og sølutorg við hondvirkaðum lutum verður í tjaldinum, skrivar Vágs kommuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2022

23 Leygardagur 23. juli 2022

Johannudagurin í Vági verður 3. september

Johannudagurin var fyrstu fer fyriskipaður í september í fjør, og dagurin eydnaðist sera væl, og er avgjørt at skipa fyri Johannudegi aftur í ár – talan er um ein maritiman familjudag, sum fyrigongur á keiøkinum og á Vágsfirði

(Mynd: Vágs kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin 3. september verður árligi Johannudagurin í Vági.

Talan er um ein maritiman familjudag, sum fyrigongur á keiøkinum og á Vágsfjørði.

Johannudagurin var fyrstu fer fyriskipaður í september í fjør, og dagurin eydnaðist sera væl. Avgjørt er at skipa fyri Johannudegi aftur í ár, og temað er tað sama – ein maritimur familjudagur í Vági.

Dagurin snýr seg um sluppina Johonnu TG326 og tað maritima, sum er í, á og kring Vágsfjørð, skrivar Vágs kommuna.

Fyrireikingarnar til dagin eru í gongd, og endaliga skráin kemur seinri. Men longu nú kann upplýsast, at Johannudagurin 2022 kemur m.a. at innihalda bryggjudans við Hans Jacob Hjelm og vinmonnum, stórt vatnkríggj og eitt syngið við á fjørðinum við Johonnu og grindabátunum. Eisini verða kajakkirnar á fjørðinum, skattaveiða fyri børn, livandi havdjór at síggja í kørum á keiini og Agnes Mols Mortensen fer at vísa ymiskan tara, skrivar kommunan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2022

24 Leygardagur 23. juli 2022

Ólavsøkukabarett aftur í ár

Kabarettbólkurin bjóðar øllum í sjónleikarhúsið á ólavsøku

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sagt verður, at “tað er einaferð um árið, at ólavsøkukabarettin er”, og í ár er einki undantak, sigur sjónleikarhúsið.

Kabarettbólkurin bjóðar øllum vælkomin í Sjónleikarhúsið á ólavsøku.

Kabarettin verður mannað av Bjørk Búadóttir Tórgarð, Edvin H. Niclasen, Elias Magnussen, Johanna Roos Slættanes og Katrin Joensen-Næs, sum eisini leikstjórnar.

Á tónleikapallinum eru Vinjar Egilsnes Petersen og Kristian Pauli Ellefsen.

Turpin Djurhuus er ljóssniðgevi og tað er Havnar Sjónleikarfelag, sum framleiðir kabarettina.

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar ein tíma áðrenn sýning ella á atgongumerki.fo.

Sýningarnar vera hesar:
27 juli kl. 20
28 juli kl. 18 og 20
29 juli kl. 18 og 20
30 juli kl. 20
31 juli kl. 20

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2022

25 Leygardagur 23. juli 2022

Faroe Pride aftur eftir tvey ára steðg

Mikudagin verður Faroe Pride aftur. Elisa Vang setir ársins pride

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikudagin 27. juli verður Faroe Pride aftur eftir ein tvey ára steðg. Elisa Vang setir ársins pride, meðan Sway, Guðrið Hansdóttir, Eyðun Nolsøe, Marius DC og Siriously fara at framføra. 

Ársins Pride skrúðgonga byrjar, sum vanligt, við Tórsvøll. Upphiting byrjar við Tórsvøll kl. 15.30 saman við Havnar Hornorkestri. Skelti, fløgg og annað litfagurt tilfar verður býtt út til luttakararnar, og eisini verður dansur og andlitsmáling.

Hitað verður upp á staðnum, og síðani fer skrúðgongan oman gjøgnum Hoydalsvegin, ígjøgnum miðbýin og inn á Vaglið, sum er stongt av til tiltakið. Sum vanligt fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur og á sín egna hátt seta lív og ælabogalitir á Havnina lítla ólavsøkuaftan.

LGBT+ Føroyar heitir tí á allar føroyingar, ið ynskja einar fjølbroyttar, javnrættar og rúmligar Føroyar um at møta fjølment upp til Faroe Pride 2022 – til gaman og álvara.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2022

26 Leygardagur 23. juli 2022

Amerikanskur rokkbólkur á Summar Festivalin

Steelheart bjóðar fangandi rockhitt, framfýsin gittarriff og framúr sangara

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Amerikanski rockbólkurin Steelheart fer at spæla á Summar Festivalinum í august. Bólkurin spælir klassiskan gittarrock og hevur hittað við sangum sum "I’ll Never Let You Go", "She’s Gone" og "We All Die Young".

Bólkurin hevur sín uppruna í Connecticut í USA, men tá ið tónleikararnir fluttu til Los Angeles, fingu teir plátusáttmála og góvu fyrstu plátuna út í 1990. Hon seldi til gull í USA, og tað er av hesari útgávu, at flestu av kendu sangunum hjá bólkinum eru. Bólkurin hevur havt sangir á Billboard hitlistum og hevur eisini hittað uttanfyri USA. Nógvir rockáhugaðir føroyingar munnu hava sæð videoløg hjá teimum á MTV.

Miljenko Matijevic, sum er tiltikin góður rocksangari, er oddamaður í Steelheart. Tá ið hann var seks ára gamal, flutti Miljenko saman við familjuni úr Kroatia til USA at búgva. Miljenko droymdi um at blíva rocksangari, og í 1980 fór hann upp í fyrsta bólkin. Miljenko Matijevic er kendur sum framúr sangari og kann veruliga fara á flog við røddini. Hann legði rødd til leiklutin hjá Mark Wahlberg í kenda filminum Rock Star, ið kom út í 2001, og onkur sangur úr filminum er við á setlistanum hjá Steelheart.

Steelheart bjóðar fangandi rocksangir, flottar balladur og nógv framfýsin gittarriff. Stutt sagt verður tað ein rockkonsert av góða, gamla slagnum, tá ið Steelheart fer at spæla á Vágsbø.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 4. til 6. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2022

27 Leygardagur 23. juli 2022

Swangah fer á Vágsbø

Føroyski rappbólkurin spælir á Summar Festivalinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Swangah fer at rista Vágsbø við náttarframførslu á ársins Summar Festivali.

Swangah er nakað heilt fyri seg í føroyskum tónleiki. Rappbólkurin hevur víst høgt flog, tá ið tað kemur til orð og løg, og teir hava stóra undirtøku millum fólk.

Swangah kom sum ein summaródn inn á føroyska tónleikapallin við fyrstu útgávuni í 2011, og síðani hava teir latið aðrar útgávur frá sær. Teir hava eisini samstarvað við aðrar bólkar og sangarar á einstøkum sangum.

Swangah er heimligt rapp á høgum stigi. Teir bæði rósa og revsa í sínum væl skrivaðu tekstum, og teir duga eisini at gera fangandi niðurløg. Swangah hevur vunnið fleiri heiðurslønir fyri tónleikin.

Fyrr í vikuni kunngjørdi Summar Festivalurin fýra onnur føroysk nøvn, sum eisini spæla á festivalinum í august. Talan er um Eyðun Nolsøe, Páll Brim, Hjalmar & Dagfinn og Eyðun Jacobsen.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 4. til 6. august.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2022

28 Leygardagur 23. juli 2022

Eivør, RSP og Tinganest áttu kvøldið

Føroysku tónleikararnir vóru stóru stjørnurnar á seinasta kvøldinum á fyrsta G! festivalinum eftir korona

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fólkið elskar Eivør Pálsdóttir – eisini við reyðum og bláum hári.

Við eini framúr góðari konsert á gøtusandi leygarkvøldið prógvaði Eivør enn einaferðaftur at hon er tann størsta. Ongin yvir og ongin við síðuna av hennara hátign.

Eivør, væl hjálpt av superbólkinum Mattias Kapnas, Mikael Blak og Per I. Højgaard Petersen, gav eitt sjóv í heimsflokki einaferð enn. Góðir tekstir, góðir melodiir og ein ljóðmynd so fjølbroytt og litrík, at tað minnir um ein málning av Michelangelo.

[object Object]

Jú, tað er nógv hent síðan unga Eivør einaferð í nullunum, á sama stað, við mentorinum Bill Bourne, sála, við sína lið, á stillføran hátt kyktu tankan um, at Syðrugøta við hesi gentuni átti eitt talent, ið hevði møguleika fyri at leggja heimin fyri sínar føtur.

Eitt av hæddarpunktunum á konsert Eivarar í gjárkvøldið var, tá Ásgeir Trausti úr Íslandi kom á pallin at syngja ein sang saman við henni.

[object Object]

Ásgeir hevði framman undan havt sína konsert á stóra palli. Hann tykist framvegis líka innhugsin sum hann var tá hann var á G! seinast – nærmast uttan at siga nakað við áhoyrarnar. Seinast tyktist tað leiðiligt, men so er ikki longur. Tí tónleikur Ásgeirs vinnur – hansara løg eru ótrúliga fangandi, ikki so undarligt, at hann hevur ment seg til at gerast ein av størstu tónlistafólkum Íslands.

“Lær meg at dansa”

Og nú mundu vit heilt gloymt Teit, sum fekk høvið at byrja konsertrøðina á sandinum hetta seinasta kvøldið á G!

Teitur er eisini fastur gestur á G! og kundi hugleiða um sínar upplivingar heilt aftur til uppruna G! festivalin tíðliga í øldini.

Tað góða við Teiti er, at hann ikki longur virkar so stirvin á pallinum, sum hann var um ta tíðina tá G! byrjaði. Teitur er vorðin meira fríur á pallinum, skemtar og speiar alla tíðina, og nú er hann vorðin so mikið fríur, at hann gevur dansifrálæru á pallinum. Festligt.

Tónleikaliga klæddi tað framførsluni, at Teitur hevur fingið Benjamin Petersen/Son of Fortune at spæla gittar í orkestrinum og syngja undir.

Og Benjamin var ikki einasti úrmælingurin, sum krúddaði tónarnar hetta kvøldið. Úti á veinginum spældi ein trio av landsins bestu blásarum, Kristina Thede á sax, Ernst Remmel á trompet og Dávur Juul Magnussen á trombon. Super.

[object Object]

Trokan á spæliplássinum

Eisini framman fyri pallin á spæliplássinum var alvorlig trokan hetta leygarkvøldið. Rappararnir úr RSP høvdu fingið pallin rættiliga tíðliga á kvøldið til hetta slag av tónleiki. Men tað bilaði ikki.

Hóast hesin ungi bólkurin lítið og einki hevur givið út, so vórðu áhoyrararnir við upp á skemtið, og ungu áhoyrararnir vóru garrvillid.

[object Object]

Garrvilt gjørdist tað eisini eitt sindur seinni, tá Tinganest trein pallin. Frá fyrstu løtu sang fjøldin við. Hóast tað kanska ikki vóru eins nógv, sum kendu tekstirnar her, sammett við framførslurnar hjá Tinganest á Stakka til festivalin í Sørvági, so var fjøldin tess meira við upp á tað hesaferð.

Ungfólkini klivu upp á herðarnar á hvørjum øðrum fyri at fagna Magnusi, Jakkanum, Holgari og Finni.

Har kókaði.

Jú, eisini leygardagurin á hesum fyrsta G! festivali eftir koronu varð væl eydnaður, hóast regnið hótti fyrr á degnum. Í Syðrugøtu var frálíkt veður. Sólin hevði hug at daga fram, og teir droparnir, ið fullu, órógvaðu á ongan hátt tann góða stemningin á festivalinum. 

[object Object]

[object Object]

Sí fleiri myndir - eisini frá føroyska dansinum í fjósinum - her

Leygarkvøldið, tá Eivør skuldi spæla, fekk G! festivalurin eina logistiska avbjóðing. Tað var flóð, og veðurin oman á sand floymdi yvir. Neyðloysnir máttu takast í brúk, sum myndirnar herundir vísa.

Jan Müller tók hesar myndirnar:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2022

29 Leygardagur 23. juli 2022

Veðrið var vinnarin á G! fríggjadagin

Men har vóru eisini góð tónleikalig upplivilsi – serliga við Daða Freyr og Joe & the Shitboys

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Playa de Gøtusandur kom rættiliga til sín rætt í góða veðrinum í Gøtu seinasta fríggjadag. Hóast høgætt, var lýðka í luftini, og fólk valdu at tveita klæðini av sær fyri at leggja seg á sandin at taka ímóti lívgevandi sólstrálunum, ella blaka seg út í Gøtuvík, sum hevur verið dúliga vitjað av kátum ungfólki hetta vikuskiftið.

Fríggjadagurin gjørdist ein tann mest væleydnaði dagurin á G! Festivalinum í fleiri ár. Og tað er veðrinum fyri at takka.

Men sjálvandi eisini tónleikinum. Tí hóast onkur hevur hug at fýlast á, at tað ikki longur eru eins nógv altjóða nøvn á G!, sum tað plagdi at vera, so borgar G! Festivalurin altíð fyri góðum tónleiki, sjálvt um nøvnini ikki eru so kend.

[object Object]

Loftskotin íslendingur í síðari peysu

Kendasta nøvnini hetta fríggjakvøldið vóru kilenski sviin José González og íslendski Daði Freyr. Tað untist ikki hesum høvunda at uppliva fyrstnevnda, men sum skiltist í gøtutúni, so var hansara framførsla góð, men uttan at vera frábær, tí talan var um ein umgang av friðarligum tónleiki.

Øðrvísi festlig var framførslan hjá Daða Freyr. Framførðslan hjá hesum loftskotna íslendinginum í síðari peysu var sjáldsom. Tónleikagávurnar hevur hann í ólukkumát, men hann vísti eisini at vera ein rættiliga sjáldsamur persónur. Tí gjørdist framførslan øðrvísi.

Hann umbar seg yvir fyri áhoyrarunum, at fasti gittarleikari hansara ikki var við. Hann hevði valt Bali fram um Føroyar, skil hvør í skilja vil. Sostatt hevði Daði bara kvinnuliga percussionistin, Ylva Øien, aftur at sær, sum eisini vísti seg at vera ein fínur sangari. Vantandi gittarspælið vísti seg ikki at órógva framførsluna. Ylva helt rútmuni, og spældi á onkrar tangentar, og Daði sjálvur skrúvaði og snaraði upp á sínar electro-knappar, spældi upp á smá tangentinstrument, haldi at ein moog’ur var høvuðsljóðføri, og so sang og dansaði hann og tók eisini gittararnar fram av og á – hevði eitt nú eina frálíka solo á Fenderbassi.

[object Object]

Treiv í sang hjá Ólavi á Váli

Hann órógvaðist av tí stóra bólkinum av hormonfyltu ovfærakátu tannáringaunglingunum, sum høvdu sett sær fyri at tríva í “Seven Nation Army” millum hvønn sang, eins og vóru teir til fótbóltsdyst.

“Hví?” spurdi Daði eitt sindur órógvaður. “Hetta er mítt show!”.

Men hann tók tað pent, serliga tá hann royndi seg á føroyskum. Fortaldi, at hann hevði hoyrt ein sang í radiolurtinum í bilinum, og ætlaði at royna seg. Og so treiv hann í eina versjón av “Tað er so gott at búgva her í Føroyum” hjá Ólavi á Váli. Ikki eitt eyga turt. Klassi.

Jú, hann dugdi at skemta við áhoyrararnar – royndi seg við nøkrum orðum á føroyskum, men annars gekk tað mesta fyri seg á enskum.

Og so tá hansara Eurovision hitt – “10 Years” og “Think about Things” – komu, fór allur gøtusandur upp at syngja og dansa, Tey vildu øll hava meira, men onki eykanummar kom.

[object Object]

Tamilsk upphiting

Áhoyrararnir – flestu teirra – vóru væl upphitaðir áðrenn konsertina hjá Daða, tí uppi á spæliplássinum høvdu tey fingið eitt musikalskt upplivilsi við sveitsisk-tamilsku sangarinnuni Priya Ragu, sum var ein av góðu upplivingunum hetta kvøldið.

Dansandi lættur electro-r&b-poppur og hon og frálíka orkestur hennara fingu alla fjøldina við upp á tað, hóast tey flestu á staðnum ikki kendu tónleikin frammanundan.

[object Object]

Freak-show

Eftir konsertina hildu Joe & the Shitboys audiens fyri G! publikum. Hetta nú fremsta punknavn á føroyska tónleikapallinum er so mikið nýtt, at tað nærum ikki var til tá G! seinast var hildin, hava nærmast lagt heimin fyri føtur sínar í tíðini, sum er farin síðan seinasta G!.

Er Daði spesiellur, so eru Joe & the Shitboys ikki minni. Neyvan taka teir tað illa upp, at verða kallaðir eitt ‘freak-show”, tí tað er tað. Sangirnir eru láturliga stuttir – ja, so stuttir, at lívligu áhoyrarirnir ikki náa at finna inn í taktina fyrr sligið verður av aftur, og Joe sigur “takk fyri”.

Og millum sangirnar tveitir Joe um seg við fornermilsum móti publikum, og tey elska tað og eru við upp á tað.

Musikalitetur liggur aftan fyri larmin og hánarorðini, og tað er eitt bragd av hesum fýra unglingunum, at teir megna at halda stýr á øllum sangunum. Show’ið koyrir jú nærum út í eitt, so her skal nógv venjing og tilrættislegging til.

Stórliga fagnaða show’ið endaði við gestaupptraðkan av trimum rapparum, Marius DC og Ayphinn og Blómudronginum frá Æðrasoppum, og alt var fantastiskt.

[object Object]


[object Object]

Fleiri myndir frá G! fríggjadegnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2022

30 Leygardagur 23. juli 2022

Lions og list á ólavsøku

Fountainhúsið í Havn fær í ár ágóðan av ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Árliga ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn er aftur í ár í Müllers Pakkhúsi í Havn, har bæði ólærd, sjálvlærd og onnur sýna fram síni listaverk. Sum altíð, er endamálið at savna saman pengar til eitt vælgerðarendamál, sum hesaferð eru Fountainhúsið Havn.

Endamálið við stuðlinum hjá Lions Club Tórshavn er at stuðla bæði lokal og nationalt, og hesum endamálinum røkkur Fountainhúsið væl og virðiliga, tí hóast tað er staðsett í Havn, kemur tað eisini øðrum til gagns enn teimum, ið búgva í Havn.

Sálarheilsa fyllir nógv í almenna rúminum og er eitt øki, sum støðugt er undir trýsti, so tí vil Lions Club Tórshavn rætta eina hjálpandi hond, so øll tey, ið koma í Müllers Pakkhús at hyggja at framsýningini og – ikki minst – keypa okkurt listaverk, eru við til at stuðla hesum góða og breiða endamáli.

Opið í fýra dagar
Listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi letur upp seinnapartin mikudagin 27. juli og heldur fram ólavsøkuaftan, ólavsøkudag og leygardagin 30. juli. Mikudagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og leygardagin er opið klokkan 16-20.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2022

31 Leygardagur 23. juli 2022

Maggi stóra myndaframsýning í Smiðjuni

Framsýningin er í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðan fyrsti bilur kom til Føroya í 1922

Magnus Gunnarsson (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Magnus Gunnarsson og Tórshavnar kommuna skipa fyri stórari myndaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík á ólavsøku.

Framsýningin er í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðan fyrsti bilur kom til Føroya í 1922.

Umleið 500 myndir eru á framsýningini umframt gamlar lýsingar frá bilstøðum og bilasølum.

Myndir eru av fyrstu bilunum og av bilum og bilaumhvørvi hesi 100 árini.

Bilarnir broytast alla tíðina, og lætt er ofta at tíðarfesta myndir, tá ein bilur er á myndini.

Eisini verður bókin “Fyrsti bilurin 100 ár”, sum Helgi Jacobsen hevur skrivað, latin ókeypis til tey vitjandi.

Framsýningin er opin í fimm dagar - frá mikudegnum 27. juli til og við sunnudagin 31. juli frá kl. 14-21.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2022

32 Leygardagur 23. juli 2022

Vindmyllurnar hjá Magn komnar til landið

Vindmyllurnar fara at framleiða orku sum svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í vikuni kom Birgit G á Havnina við vindmyllum. Hesar eru til vindorku útbyggingina hjá Magn í Flatnahaga. 

Arbeiðið við vindmyllunum í Flatnahaga skal vera liðugt í heyst.

Tær seks vindmumyllurnar fara at framleiða tað, sum svarar til 16 prosent av dagsins framleiðslu hjá SEV - sum svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum

Myndirnar hevur Ólavur Frederiksen, Faroephoto, tikið fyri Faroe Ship:

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2022

33 Leygardagur 23. juli 2022

Gransking í Føroyum styrkt á vindorkuøkinum

Ritgerðin, ið Turið Poulsen vardi mánadagin, ber heitið "Analysis and modelling of the wind energy resources in the Faroe Islands"

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mánadagin 18. juli vardi Turið Poulsen ph.d.-ritgerð sína í Kongshøll. Ritgerðin ber heitið "Analysis and modelling of the wind energy resources in the Faroe Islands."

Turið Poulsen hevur gjørt sítt granskingararbeiði í Føroyum, og hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Nattúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Hans-Georg Beyer, professari í orkuverkfrøði, hevur verið høvuðsvegleiðari hennara, meðan Bárður Niclassen og Gregor Gibel frá DTU hava verið hjávegleiðarar.

Í metingarnevndin sótu Hjálmar Hátún, granskari á Havstovuni og adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya; Ana Estanqueiro, leiðandi granskari á Laboratório Nacional de Energia e Geologia í Lissabon; og David Infield, professari á Institute of Energy and Environment, University of Strathclyde í Glasgow.

Metingarnevndin metti, at ritgerðin og framløgan vóru á góðum vísindaligum støði, sum væl lúka krøvini til ein ph.d. Haraftrat varð mett, at Turið hevur ment nýggja vitan, sum er av stórum týdningi fyri at vindorkuøkið í Føroyum. Tískil varð ph.d.-heitið givið Turið Poulsen, sum nú kann kalla seg ph.d. í vindorkuvísindum.

Tíðindaskriv frá Orkuráðnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2022

34 Leygardagur 23. juli 2022

Verkfallið er av: Semja millum SAS og flogskipararnar

Eftir verkfall í tvær vikur, varð semja mánadagin funnin millum SAS og flogskipararnar. Eitt verkfall sum hevur kostað flogfelagnum upp ímóti einari milliard

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Semja er gjørd millum SAS og flogskipararnar um nýggja avtalu. Tað kundu skandinavisku miðlarnir boða frá mánakvøldið.

Verkfallið byrjaði 4. juli og síðani eru umleið helvtin av fráferðum hjá SAS avlýstar. Hetta hevur rakt fleiri enn 270.000 ferðafólk, og hevur kostað flogfelagnum upp ímóti einari milliard krónur.

Talan er um 900 flogskiparar úr Danmark, Noreg og Svøríki, sum nú fóru aftur til arbeiðis.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2022

35 Leygardagur 23. juli 2022

Eingin gasskreppa í Evropa á hesum sinni

Hósmorgunin lat Gazprom uppaftur fyri Nord Stream 1 gassinum, og tað forðar fyri eini stórari gasskreppu í Evropa - í hvussu er júst nú 

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta hendir júst 10 dagar eftir, at felagið skrúvaði fyri gassinum til stóran part av Evropa og her fyrst og fremst til Týskland, nú gassleiðingin skuldi umvælast.

Stórur spenningur hevur verið serstakliga í Týsklandi, um Russland yvirhøvur fór at lata uppaftur fyri gassinum fyri harvið at revsa lond í Evropa, sum hava sett í verk sanktiónir móti Russlandi.  

Kortini er veitingin ikki eins stór,  sum hon var undan umvælingararbeiðinum, men umboð fyri Nord Stream 1 sigur, at skjótt verður full framleiðsla aftur. Og hóast gassið nú flýtur aftur, so er stórur ivi um, hvussu leingi tað varar.  

Stjórnarleiðarar í Evropa bera nevniliga ótta fyri, at Russland kann skrúva fyri aftur gassinum, um ikki lond vilja ganga undir russisk krøv. Týskland er størsti keyparin av russiskum gassi. Flestu húsarhaldini brúka gass. Haraftrat kemur tungídnaðurin, sum burturav er bundin at russiska gassinum. Heilar 26 milliónir húsarhald í Evropa brúka gass úr Russlandi. 

Mikudagin gjørdi leiðslan í ES greitt, at Evropa má fara undir at minka um gassnýtsluna við 15 prosentum komandi mánaðirnar, uttan mun til hvat Russland fer at gera. Hóast Russland letur uppaftur fyri gassinum, so fer tað kortini at varðveita minkingina uppá 40%, sum hevur verið galdandi í eina tíð. Ein eygleiðari sigur við danska útvarpið í morgun, at stórur møguleiki er fyri, at Putin fer at skrúva niður aftur fyri gassinum fyri at skapa spjaðing í Evropa. Hann kann grundgeva fyri hesum við tøkniligum avbjóðingum ella rætt og slætt siga, at ávís lond og øki, sum ikki vilja gera eftir russiskum boðum, fáa ikki alt tað gassið teimum tørvar. 

Evropa hevur tørv á at fylla gassgoymslurnar fyri at kunna klára ein kaldan vetur. Tí vil ein minking í nýtsluni samtíðis, sum skrúvað er frá aftur gassinum, fylla goymslurnar skjótari. 

32 prosent av gassnýtsluni í Evropa koma úr Russlandi. Undan krígnum í Ukraina var hetta talið væl størri.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2022

36 Leygardagur 23. juli 2022

Leggja nú elkaðal millum Hetland og Skotland

So fór arbeiðið at leggja elkaðal millum Skotland og Hetland loksins í gongd Ein av fortreytunum fyri menning av grønari orku í Hetlandi eins og framtíðar elveitingartrygd fyri fólkið í Hetlandi er elkaðalsamband við skotska meginlandið. Tað gerst skjótt veruleiki, nú arbeiðið at leggja kaðal á havbotnin millum Skotland og Hetland er farið í gongd. 

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Talan er um ein dreym hjá hetlendska fólkinum, sum nú gongur út. Ein streymkaðal, sum verður umleið  267 kilometrar, hevur leingi verið eitt ynski hjá hetlendingum.

Kaðalin skal vera við til at tryggja oyggjunum støðugan streym til egna nýtslu men eisini til at kunna útflyta streym frá teimum stóru vindmylnuverkætlanunum, sum eru í gongd og verða lagdar til rættis í hesi løtu. Arbeiðið  at leggja kaðalin er nú farið í gongd í Caithness í Skotlandi. Tað er SSEN Transmission, sum stendur fyri arbeiðinum. Væntandi verður áfast millum Hetland og meginlandið í seinnu helvt í 2023. 

[object Object]

Streymkaðalin, sum verður uppá 600 MW,  er ein av fyritreytunum fyri teimum stóru útbyggingunum av vindorku, sum verða gjørdar í løtuni á landi og sum um nøkur ár eisini fara at síggjast til havs kring Hetland. Kostnaðurin fyri kaðalin, millumstøðir og útbúnað er 660 milliónir pund ella umleið góðar 6 milliardir krónur.

[object Object]

Talan er um eina sonevnda HVDC streym-sambindingarskipan. Arbeiðið byrjaði í farnu viku í Noss Head nærhendis Wick, har kaðalskipið NKT Victoria fór undir leggingina av kaðalinum. Verkætlanarleiðarin hjá SSEN Transmission, Chris Finnigan sigur við Shetland Times, at tey eru sera fegin um, at Victoria nú er farið undir eitt arbeiði, sum er ein varði í bretskari orkusøgu, nú hann fer at knýta Hetland og Skotland nærri samanumframt at eiga týðandi leiklut í grøna orkuskiftinum.

[object Object]

Tá ætlaninar at menna vindorkuna til havs kring Hetland gerast veruleiki eins og kaðalsambandið millum Hetland og Skotlland verður tikið í brúk,kann Hetland gerast ein týðandi útflytari av streymi til Bretlands umframt ein viðspælari í grøna orkuskiftinum, sum bæði stjórnirnar í Skotlandi og Bretlandi raðfesta høgt. 

Bretskur orkuserfrøðingur vitjaði í Føroyum

[object Object]

Undir vitjan síni í Føroyum herfyri greiddi  bretski orkuserfrøðingurin, Gunther Newcombe frá ætlanunum hjá Hetlandi at menna vindorku bæði á landi og til havs.

Í løtuni er bygging av Viking vindmylnulundini á landi í gongd, sum fevnir um 103 vindmyllur, ið skulu framleiða 0,75 GW millum 2024 og 2026. Streymurin skal brúkast til privata nýtslu í oyggjunum bæði til húsarhald og vinnuvirki men skal so eisini útflytast til Skotlands, tá komandi streymkaðalin millum Hetland og Skotland verður klárur at taka í brúk um gott og væl eitt ár.

[object Object]

Vindorkan skal so eisini brúkast til at veita streym til verandi og komandi olju- og gasspallar nærhendis Hetlandi, eitt nú eystan fyri føroyska markið. Hetta sum partur av grøna orkuskiftinum. Roknað verður við at útlátið frá olju- og gassframleiðslu gjøgnum elektrifisering kann minkast við 80 prosentum.

Eisini skal streymurin brúkast í sambandi við framleiðslu av vetni (hydrogen). Henda reina orkan kann so m.a. vera framtíðar brennievnið í skipaferðsluni, greiddi  Gunther Newcombe frá, tá hann vitjaði SEV, Umhvørvisstovuna og landsstýrismannin við orkumálum, tá hann kunnaði føroyskar myndugleikar um menningina av vindorkuni í Hetlandi og ætlanunum at fara undir framleiðslu av reinari orku sum vetni.

[object Object]

Ætlanin at knýta fast elkaðalsamband millum Hetland og Skotland er eisini nakað, sum hevur áhuga í Føroyum, nú framleiðslan av vindorku eftir øllum at døma fer at vaksa munandi komandi árini. Tá er spurningurin, hvussu kann sleppast av við avlopsstreymin. Hvat er møguligt her og hvat kunnu vit læra av hetlendingum.

Í hvussu er ber væl til at umhugsa vetnisframleiðslu burtur úr tí nógva avlopsstreyminum, sum helst gerst veruleiki, tá fleiri og fleiri vindmyllur koma og her ikki minst, tá tað einaferð í framtíðini eisini fer at verða bygt út við vindmyllum til havs, nakað, sum vindur nógv uppá seg í okkara grannalondum, Bretlandi, Norra og Danmark.

Einaferð var nógv tosað um at leggja ein elkaðal úr Íslandi til Føroya og víðari inn á skotska meginlandið. Tað er so ikki aktuelt í løtuni. Men gongdin er so tann aðrastaðni, at elkaðalar í størri og størri mun verða lagdir millum lond. Feskasta dømið er so tann millum Skotland og Hetland, sum kann fáa stóran samfelags- og búskaparligan týdning fyri grannaoyggjar okkara.  

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2022

37 Leygardagur 23. juli 2022

Frágreiðing: Helvtin av ES kann verða rakt av turki

Granskarar meta at 46 prosent av landaøkinum hjá ES er í vanda fyri at verða rakt av turki í juli – orsøkin er m.a., at tað hevur regnað ov lítið, og at fleiri evropeisk lond hava verið rakt av hitabylgjum seinastu mánaðirnar

Á markinum millum Sveis og Frakland (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Vandi er fyri, at nærum helmingurin av landaøkinum í ES verður raktur av turki í summar, og hendir tað, kann tað fáa avleiðingar fyri matvøruframleiðsluna, staðfestir ein frágreiðing, sum ES-nevndin hevur almannakunngjørt.

Granskarar meta, sambært frágreiðingini, at 46 prosent av landaøkinum hjá ES er í vanda fyri at verða rakt av turki í juli, og 11 prosent er longu rakt.

Tey londini, sum verða rakt, verða noydd at seta serlig tiltøk í verk fyri handfaring av vatni og orku, og í nógvum av raktu støðunum fer tað at síggjast týðiligt á grøðini, at henni manglar vatn.

Orsøkin til turkin er partvíst, at tað ikki hevur regnað nóg mikið, og at fleiri evropeisk lond hava verið rakt av hitabylgjum í mai, juni og juli.

Fleiri lond í Suðurevropa eru í løtuni rakt av hitabylgju, sum m.a. hevur elvt til  munandi lægri vatnstøði, náttúrueldar og hita, sum er komin uppum 40 stig.

Sambært Ritzau er Italia tað landið, sum er harðast rakt, men vandin fyri turki er eisini øktur í Fraklandi, Vesturtýsklandi, Rumenia, Spania, Portugal og sunnara parti av Grikkalandi. 

Í Spania vænta veðurfrøðingar, at hitin í dag fer at koma upp á 45 stig, men hareftir væntast hitin at minka aftur. Í Danmark væntast hitin í dag at gerast eini 35 stig í parti av landinum. Danska hitametið, sum var sett í 1975, er 36,4 stig.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2022

38 Leygardagur 23. juli 2022

– Slíkar hitabylgjur gerast meira vanligar

Ein ógvuslig hitabylgja hevur herjað í Evropa, og í framtíðini kunnu vit vænta fleiri av hasum slagnum, sigur Sebastian Mernild, professari á Syddansk Universitet

Barcelona, Spania (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein ógvuslig hitabylgja herjar í løtuni í Evropa, og í framtíðini kunnu vit vænta fleiri av hasum slagnum, so leingi sum lofthválvið á Jørðini framvegis gerst heitari, og miðilhitin økist.

Tað sigur Sebastian Mernild, professari í veðurlagsbroytingum og leiðari á veðurlagsdeplinum á Syddansk Universitet, sum eisini hevur verið við til at skriva seinastu veðurlagsfrágreiðingina hjá ST.

Tá vit liva í einum heimi, sum gerst heitari, fara vit eisini at síggja fleiri ógvusligar hitabylgjur, og koma vit at síggja tær oftari, sigur hann sambært Ritzau.

Í fjør var summarið í Evropa tað heitasta, sum nakrantíð varð skrásett í hesum landspartinum. Miðalsummarhitin í evropeiskum londum varð máldur til eitt stig yvir miðaltalið, sum er mált í tíðarskeiðnum 1991-2020.

Hitabylgjan, sum nú herjar, kemur úr Sahara í Afrika, og er hon síðani komin norðureftir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2022

39 Leygardagur 23. juli 2022

WHO: Korona kann gerast ein avbjóðing í heyst

Á suðurhálvuni, har tað er vetur nú, er trýst á heilsuverkini, og kunnu vit á norðurhálvuni vænta tað sama, sigur stjórin fyri evropeisku deildina hjá WHO

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Heimsheilsustovnurin, WHO ávarar um, at heystið og veturin kann gerast ein avbjóðandi tíð í mun til koronu.

Ávaringin kemur eftir, at talið á nýggjum smittutilburðum er økt seinastu tíðina, samstundis sum fólk vísa koronu minni ans.

Hans Kluge, stjóri fyri evropeisku deildina hjá WHO sigur, at tað er avgerandi, at handla skjótt í ymsu londunum, har tað ikki verður hildið nóg væl eyga við støðuni.

– Mín boðskapur til stjórnir og heilsumyndugleikar er, at tey handla nú fyri at fyrireika seg til komandi mánaðirnar, sigur hann sambært Ritzau.

Hans Kluge vísir á, at tað nú er vetur á suðurhálvuni á jørðini, og har sær mann, at korona og beinkrím leggur trýst á heilsuverkini.

– Vit fara helst at síggja eina líknandi støðu á norðurhálvuni, tá vit koma til heystið og nærkast vetrinum.

Hjá Landslæknanum upplýstu tey fyri Kringvarpinum í vikuni, at 52 fólk hava fingið staðfest koronu í Føroyum seinastu vikuna, og halda tey enn eitt vakið eyga við smittuni. Tey vænta tó ikki, at smittan fer at leggja trýst á sjúkrahúsverkið, sum støðan er í løtuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2022

40 Leygardagur 23. juli 2022

Kanningarnevndin: Trump stóð aftanfyri álopið á Kongressina

Alsamt fleiri vitnisfrágreiðingar og útsagnir undir hoyringunum um álopið á amerikansku kongressina 6. januar 2021 benda á, at tað var táverandi forsetin Donald Trump, sum sjálvur, saman við sínum næstu stuðlum, ið fyrireikaði álopið sum eina síðstu roynd at steðga valinum av Joe Biden

Kanningarnevndin heldur seg hava prógvað við mongu vitnunum og vitnisfrágreiðingunum, at tað var táverandi forsetin Donald Trump, sum stóð aftanfyri allari tilgongdini undan álopinum á Kongressina og tí, sum hendi tann 6. januar 2021
SkrivaÐ:

Jan Müller

Greining: Seinasta og sjeynda hoyringin týsdagin gjørdist ein av teimum mest avdúkandi fyri fyrrverandi forsetan Donald Trump og hansara leiklut í álopinum á Kongressina 6. januar 2021.

Kanningarnevndin, sum umboðar bæði demokratar og republikanarar, hevði fingið fleiri týðandi vitni at vera partur av hoyringini, sum hesaferð snúði seg um, hvør tók stig til og fyriskipaði álopið á fólkavaldu Kongressina. 

[object Object]Donald Trump, forseti heldur røðu undan álopinum á Kongressina, har hann heitti á síni viðhaldsfólk at koma til Washington. 

Hvussu var sambandið millum víðgongdu høgrabólkarnar, fyrst og fremst Oath Keepers og Proud Boys, sum gingu á odda í álopinum, og táverandi forsetan Donald Trump - ella var einki beinleiðis samband - var álopið bara tilvildarligt og spontant uttan nakað mál og mið, sum Trump hevur skýrt tað?

Hetta vóru nakrir av spurningunum, sum vórðu settir vitnum, ið luttóku beinleiðis í hoyringini og teimum, sum frammanundan høvdu givið sínar frágreiðingar. Og niðurstøðan av hesi helst mest avdúkandi hoyringini gjørdist, at talan var um eina neyva og miðvísa ætlan/ráðagerð/samansvørjing og tilrættalegging fleiri vikur undan álopinum. Og sum bygdi á konspiratiónsteoriina hjá Donald Trump um, at valsigurin varð stolin frá honum. 

Stig fyri stig fór henda ráðagerðin fram: Longu fleiri mánaðir undan valinum gjørdi Trump púra greitt, at vann hann ikki valið, so varð greiða orsøkin svik við atkvøðunum, og valsigurin varð tískil stolin frá honum.

Tá so atkvøðurnar vórðu taldar og góvu Biden ein tryggan sigur, fór Trump saman við sínum næstu ráðgevum, undir eina herferð fyrst móti valeftirlitsfólkum fyri at hava framt valsvik og eftir tað móti vanligum veljarum fyri at hava verið partur av svikinum.  

Tá hann síðani tapti 60 mál í dómstólunum um at fáa broytt úrslitini, vórðu fleiri av landsins fremstu advokatum settir við tekniborðið at gera eina ætlan, sum - um alt annað miseydnaðist - skuldi steðga Mike Pence at skriva undir skjølini, sum skuldu góðkenna Biden sum vinnara. Tað var so seinasti møguleikin hjá Trump at fáa vent valúrslitið til sín egna fyrimun. 

Frá byrjan var tað retorikkurin og áhaldandi útsøgnirnar hjá Trump serliga í sosialu miðlunum, sum løgdu brenni á bálið og sum endaði við tí røðuni, ið longu hevur skrivað seg inn í søgubøkurnar, og sum Trump helt uttan fyri Hvítu Húsini stutt áðrenn alvápnað viðhaldsfólk hansara við Oath Keepers og Proud Boys á odda, lupu á Kongressbyningin undir herrópunum “Hang Mike Pence” og "Stop the Steal". 

Hetta er gongdin, sum kanningarnevndin aftur og aftur endurtekur til sínar hoyringar - fyri at kunna geva øllum amerikanarum uttan mun til politiskan lit eina krystallklára mynd av tí, sum veruliga hendi. 

[object Object]

Trump og víðgongdu høgrafelagsskapirnir

Millum høvuðsvitnini í hesi síðstu hoyringini seinasta týsdag var m.a. fyrrverandi miðlatalsmaðurin hjá tí mest víðgongda høgravenda felagsskapinum “The Oath Keepers”, Jason Van Totenhoven.

Hann váttaði, at hann hevði verið partur av felagsskapinum, men tá hann uppdagaði, hvussu víðgongdur og militantur felagsskapurin var, takkaði hann fyri seg. Men hann náddi tó at fáa innlit í felagsskapin innanífrá, og segði undir vitnisfrágreiðingini, at við álopinum á Kongressina var USA eitt lítið vet frá veruligum borgarakríggi.

Tað kundi hann siga frá sínum kunnleika til júst henda stríðssinnaða felagsskapin, ið hevur til endamál at taka grundarlagið undan stjórnini og øllum almennum stovnum. 

[object Object]Jason Van Totenhaven

Hann skýrdi álopið sum eina samskipaða og tilætlaða roynd frá sjálvum forsetanum at fremja eina kvettroynd. Vitnið vísti á, at vit eiga veruliga at bera ótta fyri, at nakað tað sama kann endurtaka seg í 2024, tá og um Trump stillar uppaftur. 

[object Object]Stephen Ayres

Eitt annað vitni, Stephen Ayres, segði seg hava fylgt Trump í einum og øllum og sum tí eisini tók áheitan hansara um at fara til Washington henda so týðandi dagin í størsta álvara og segði m.a.:

- Eg trúði øllum Trump segði her serliga á sosialu miðlunum, ið hann vitandi brúkti fyri at fáa flest fólk at fylgja honum í lygnini um valsvik. Trump heitti sjálvur á okkum um at taka vápn við og bað løgregluna strika forboðið um at bera vápn í Kongressumhvørvinum, tí tey fóru ikki at brúka hesi móti sær. 

- Eg beri ótta fyri restini av heiminum, um Trump ikki verður steðgaður nú, áðrenn hann fær framt fleiri brotsverk.

[object Object]Eitt av tweetunum Trump sendi út til síni viðhaldsfólk 19. desember

"Tweetið", sum setti eld í

Umframt vitnisfrágreiðingar vísti kanningarnevndin eisini fram eitt ávíst  "tweet", sum Trump sendi til síni viðhaldsfólk 19. desember 2020, har hann heitti á tey um at steðga góðkenningina av stolna valinum. Tað var hetta eins og røðan nakrar vikur seinni, sum fekk bikarið at flóta yvir. Sum fekk Trump viðhaldsfólk kring alt USA at leggja leiðina til Washington tann avgerandi dagin, 6. januar 2021.

Umrødda "tweet" var í veruleikanum byrjanin til ta kvettroynd, sum skuldi tryggja,  at Trump varðveitti valdið, sjálvt um hann visti, at hann hevði tapt.  

Ein partur av ætlanini ella ráðagerðini var,  at herurin skuldi kallast til Washington og har leggja hald á allar valmaskinur og atkvøður, sum annars vóru prógv um, at Biden hevði vunnið valið. Við tí skuldi Trump brúka herin til  upploysa tingið og tryggja, at hann kundi halda  fram sum forseti. Og fyri at tryggja, at hetta eydnaðist setti hann advokatin Powell sum sín ovasta ráðgeva, sama kvinna, sum gekk á odda í konspiratiónsteoriunum um valsvik og at diktatorstýrið í Venezuela var partur á hesum. 

Ein mánað undan álopinum var ein merkisverdur fundur í Hvítu Húsunum, har sakførarar hjá Trump høvdu gjørt uppskot til eina ætlan, ráðagerð, har man skuldi brúka herin sum høvi og amboð til at seta landið í undantaksstøðu. Tað var eftir henda fundin, at Trump sendi tað søguliga  tweetið til síni viðhaldsfólk, har hann bað tey gera seg klár at fara til Washington og  m.a. brúkti orðingina: "It will be wild". Her sipaði hann til nettupp komandi álopið á Kongressina. Aðrar av hansara orðingunum vóru m.a. "Fight, fight, fight".

Fulla orðingin var: "Big protest in D.C. on January 6th. Be there. It will be wild". Hetta var hansara seinasta desperata roynd til at steðga góðkenningini av valúrslitinum stutt eftir. Og í undanfarnu hoyringunum kom fram, at álopsfólkini kendu seg hava fingið boð frá forsetanum um at hongja Mike Pence, varaforseta, um hann ikki vildi líða boðunum frá forsetanum um at sýta fyri at góðkenna valúrslitið. Øll henda ráðagerðin varð marknaðarførd undir herrópinum: "Stop the Steal".

Kanningarnevndin ger nógv burtur úr umrødda fundi, sum fleiri vitni, ið vóru tilsteðar, umrøða sum heiladeyðan og “nuts og nonsense”. Gangurin og skrálini og rópini á hesum fundinum í tí Ovala rúminum hjá forsetanum, har Trump í øði blakaði eina fløsku av tomatketchup í veggin, skal hava verið fullkomiliga ørvitiskend, har tríggir av advokatunum hjá Trump, Eastman, Stone og Powell saman við Guiliani løgdu sokallað prógv fram fyri forsetan um, at svikað var við bæði valmaskinum og íblanding úr øðrum londum sum Venezuela fyri at steðga afturvalinum av Trump.

Ímóti hesum fólkunum stóðu flest øll starvsfólkini í Hvítu Húsunum, sum aftur og aftur royndu at sannføra forsetan um, at valúrslitið var rætt og hevði Biden sum vinnara. Hóast hetta valdi forsetin at venda hesum sínum næstu starvsfólkum bakið og vildi ikki hoyra talan um, at Biden hevði vunnið. Heldur enn at taka við ráðunum frá teimum sendi hann út tweet um at gera klárt til tann 6. januar, tá Kongressin skuldi góðkenna endaliga valúrslitið.

[object Object]Liz Cheney, varaforkvinna í kanningarnevndini, og Bennie Thomson, formaður

Trump einki barn men ein 76 ára gamal maður

Liz Cheney, republikanska varaforkvinnan í kanningarnevndini, segði, tá hon endaði 7. hoyringina, at Trump var einki barn longur, sum kann sleppa sær undan síni ábyrgd. Hann er ein 76 ára gamal maður, sum eins og øll onnur eigur at taka avleiðingarnar av sínum gerðum. Tað eiga vit øll segði republikanski senatorurin, sum síðani vísti á, at í hesum málinum eru ikki einans tey fólkini, sum fysiskt vóru partur av álopinum, og sum nú standa til at fáa langar fongsulsdómar. Sanniliga eigur ábyrgdin at verða løgd á tann persónin, sum tók stig til og fyrireikaði álopið segði hon og vísti á, at í 8. hoyringini, fer ljós at verða varpað á teir 187 minuttirnar álopið vardi og her, hvør leikluturin hjá forsetanum var.  

[object Object]

Liz Cheney vísti á útsøgnirnar hjá fleiri av vitnunum um, at tey einans gjørdu tað, sum Trump hevði biðið tey um. Nevniliga at steðga góðkenningini av valúrslitinum fyri ein og hvønn prís og entá við vápnaðum uppreistri. Alt hetta bygdi á lygnina hjá Trump um, at valið var stolið frá honum. Hetta var drívmegin í øllum tí, sum hendi rundan um álopið 6. januar. Trump sigur, at mótmælini vóru spontan og tilvildarlig og ikki miðvíst og tilætlað løgd til rættis. Hesum vísti Liz Cheney aftur.  

Milliónirnar av amerikanarum umframt fólk kring allan heim, fara undir komandi 8. hoyringini í komandi viku at kunna fylgja Trump seinastu løturnar undan og undir álopinum. Hvussu hansara høvuðssakførari Guiliani og aðrir av hansara trúgvastu ráðgevum og stuðlum so sum Eastman, Powell og Stone góvu honum sín fulla stuðul til at fremja tær ætlanir, sum somu fólk høvdu sett út í kortið. Sum sannførdu forsetan um, at tað var rætt at fara á barrikadurnar og forða eini góðkenning av valúrslitinum. 

Og hóast flestu av hansara starvsfólkum í Hvítu Húsunum  gjørdu alt fyri at fáa hann at gevast, vendi hann deyva oyrað til. Hann vildi ikki hoyra talan um, at hansara atgerðir kundu fáa álvarsligar avleiðingar. Og úrslitið kenna vit øll: Fimm fólk doyðu og hundraðtals fingu skaða undir álopinum. Í løtuni fara fram rættarmál móti mongum av álopsfólkunum, har fleiri teirra longu hava fingið langar fongsulsdómar. 

[object Object]Steve Bannon, sum fyrr hevur sýtt fyri at vitna, hevur nú broytt meining og fer at vitna mánadagin. Enn er óvist, hvat hann fer at siga um leiklutin hjá Trump í álopinum á Kongressina og annars sína egnu ráðgeving

Seinasta nýggja í málinum kom eisini fram undir hoyringini um, at Trump ringdi til eitt av vitnunum fyri at ávirka tað, hvat er ein brotsgerð í sær sjálvum. Vitnið valdi ikki at tosa við Trump men fór til Kanningarnevndina við málinum. Enn er óvist, um henda hendingin fer at vera partur av víðari hoyringunum, sum helst verða tvær í tali.

Vit vita tó, at møguleiki er fyri, at ein av fremstu ráðgevum forsetans, Steve Bannon, sum higartil hevur sýtt fyri at vitna og sum tí stendur til at fara í fongsul, í síðstu løtu hevur avgjørt at vitna kortini. Tann rættarfundurin verður longu mánadagin. Bannon var ein av trúgvastu stuðlunum og sjálvur heilin aftanfyri nógv av ráðagerðini at stegða valinum av Biden og demokratunum at koma til valdið. 

Enn ein nýggj hending er komin undan kavi eftir seinastu hoyringina. Tað vísir seg, at Secret Service skal hava forkomið týðandi tilfari, sum Kanningarnevndin hevði biðið um innlit í. Hesum hevur stovnurin  tó víst aftur. Tað verður helst eisini nakað, sum fer at vera á skránni til hoyringina í komandi viku.

Løgmálaráðið biðjur um innlit í tilfar hjá Kanningarnevnd

Ein av stóru spurningunum nú Kanningarnevndin ger seg klárað til hesa møguliga seinastu hoyringina er, hvønn leiklut løgmálaráðið við Merric Garland, løgmálaráðharra fer at hava, nú so nógv nýtt tilfar er komið fram undir hoyringunum.

[object Object]Merric Garland, løgmálaráðharri hevur torføru uppgávuna at skula taka støðu til, um reisast skal ákæra móti Donald Trump. Í løtuni bendir nógv á, at ráðið er farið undir at kanna tilfar frá Kanningarnevndini

Eftir seinastu hoyringina segði formaðurin í nevndini, Bennie Thomson, at Kanningarnevndin er byrjað at lata “DOJ, Department of Justice”, sum er løgmálaráðið í Biden stjórnini, tilfar frá hoyringunum. Hetta kundi bent á, at DOJ er í ferð við at kanna álopið 6. januar, hvør stóð aftanfyri og annars allar smálutir í hesi álvarsligu tilgongdini til eina kvettroynd framda av sitandi forsetanum sjálvum.

[object Object]

Í eini almennum brævi til løgmálaráðharran hava fleiri republikanskir advokatar, teirra millum fleiri av teimum fremstu í USA, heitt á ráðið um at taka málið við Trump og álopinum á Kongressina upp til viðgerðar. Somu republikansku advokatar skriva, at eingin sum helst ivi er um, at Biden vann valið og tí ganga teir beint ímóti framhaldandi páhaldinum hjá bæði Trump og hanara “basa” í republikanska flokkinum. Teir siga seg hava kannað øll páhaldini um svik, og ikki eitt tað einasta teirra er rætt. 

Nýggjasta, sum síðani er komið fram í miðlunum, er, at Trump nú umhugsar at koma út alment við kunning um, at hann fer at stilla uppaftur til forsetavalið í 2024. Nakað, sum nógvir republikanarar her serliga valevni til komandi miðvalini í november, bera stóran ótta fyri, tí tað kann gera, at demokratiskir veljarar, ið annars eru ónøgdir við Biden, kortini fara á val fyri at mótmæla, at Trump skal stilla uppaftur.

Víst verður á, at tað var nettupp Trump, sum var orsøkin til, at republikanarar taptu bæði forsetavalið og valini til Umboðsmannatingið og Senatið. Her verður serliga víst á lemjandi tapið í Georgia, har tann negativa “Trump-effektin", fekk demokratar í hópatali at fara á val. Eygleiðarar vilja eisini vera við, at Trump fer at kunngera sína uppstillan longu nú fyri harvið at steðga øðrum republikanarum so sum guvernørinum í Florida, DeSantes, sum hevur stóra undirtøku, at stilla upp. Enn ein orsøk sigst vera, at hann heldur seg kunna flyta fokus frá Kanningarnevnd og hoyringum til sína uppstilling.

Keldur: M.a. Washington Post, New York Times, Politiken, Berlingske Tidende, DR, NRK, BBC, CNN, MSNBC, Fox News, Reuters


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2022

41 Leygardagur 23. juli 2022

Netflix misti 970.000 haldarar í øðrum ársfjórðingi

Netflix skal samstarva við Microsoft um at gera eitt bíligari hald við lýsingum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrsta ársfjórðing í ár misti Netflix 200.000 haldarar. Hetta var fyrstu ferð í tíggju ár, at gongdin gekk skeivan veg, og soleiðis var eisini í øðrum ársfjórðingi.

Amerikanska stroymingartænastan upplýsir, sambært DR, at tey í tíðarskeiðnum apríl til juni mistu 970.000 haldarar.

Kappingin við aðrar stroymingartænastur er hørð, og arbeiðir Netflix við fleiri ætlanum, sum hava til endamáls at venda skeivu gongdini.

Í apríl varð tað m.a. kunngjørt, at Netflix fór at hyggja nærri at møguleikum at fáa lýsingar á stroymingartænastuna, og fyri einari viku síðani boðaði Netflix frá, at tey fóru at samstarva við Microsoft um hetta.

Endamálið er at geva brúkarum fleiri ymisk hald at velja ímillum, og á tann hátt kunnu brúkarar velja sær eitt bíligari hald, um teir einki hava ímóti lýsingum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2022

42
Leygardagur 23. juli 2022

Klaksvíkingur vinnur FM aftur í ár

Allir FM-róðrarnir eru so at siga avgjørdir áðrenn kappróðurin á ólavsøku

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Við enn einum sigri á Vestanstevnu í Sørvági farna vikuskiftið, tryggjaði Klaksvíkingur sær føroyameistaraheitið í kappróðri í 10-mannaførunum.

Tað er bert ein evarska mikroskopiskur møguleiki fyri, at Norðingur – ið óvæntað vann fyrsta róðurin á Norðoyastevnu – kann vinna FM-heitið í ár.

Tað kann henda um Norðingur vinnur, og Klaksvíkingur ikki fær meira enn trý stig. Tað hendir neyvan, tí higartil í ár hava bara fýra bátar luttikið í FM-róðrunum, og eitt aftasta pláss gevur harvið 4 FM-stig.

So Klaksvíkingur skal ikki møta til start, ella fáa reyða kortið, um hann ikki skal gerast føroyameistari.

Klaksvíkingur vann róðurin á Vestanstevnu 1:20 sekund framman fyri Norðing, meðan Havnarbáturin gjørdist nummar trý og Eysturoyingur nummar fýra.

[object Object]

FM-støðan undan ólavsøkuróðrinum er tann, at Klaksvíkingur hevur 41 stig, Norðingur 37, Havnarbáturin 29 og Eysturoyingur 25 stig.

Yvirhøvur er FM-støðan nú tann, at tað ikki er nakar spenningur um FM-heitini. Øll eru longu avgjørd undan seinasta róðrinum, og tað skal henda okkurt heilt óvanligt, um tann báturin, sum nú hevur leiðsluna, ikki skal vinna FM-heitið.

[object Object]

Hjá 8-mannaførunum er støðan tann, at Knørrur úr Havn hevur 42 stig framman fyri Argjabátinum við 36, Miðvingi við 28 og Nevinum Reyða við 22 sttigum. Raðfylgjan var hin sama á róðrinum á Sørvági farna vikuskiftið.

[object Object]

Í størsta kvinnubátinum, 6-mannaførunum, er støðan hin sama. Jarnbardur úr Havn hevur 42 stig framman fyri Froðbing við 36 og Sundabátinum við 30 stigum.

Sí øll úrslitini frá Vestanstevnu og FM-støðurnar her 

[object Object]

Jens Kristian Vang tók myndirnar av kappróðrinum í Sørvági farna vikuskiftið.

Sí allar myndirnar her 

[object Object]

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2022

43 Leygardagur 23. juli 2022

Stórfingin móttøka av U20-landsliðnum

Tóku ímóti U20 monnunum á Vaglinum mánadagin

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var hópur av fólki á Vaglinum í góðveðrinum seinnapartin mánadagin, tá dreingirnir á U20-landsliðnum vórðu heiðraðir fyri góðu plasseringina millum teir bestu í Europa – og fyri at hava vunnið sær pláss í heimsmeistarakappingini næsta ár.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði m.a., at hann var os stoltur av teimum, at tað næstan ikki kann sigast við orðum. Tí enn einaferð gongur sjón fyri søgn, at teir eru nakað heilt serligt.

- Vit kunnu øll vera glað og errin í dag, tí tit eru okkara landslið! Tit eru tað besta, Føroyar kunnu senda út í heim at umboða okkum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, m.a., tá hann tók ímóti unga landsliðnum á ráðhústrappuni.

Myndir: Ólavur Frederiksen/Faroephoto

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2022

44 Leygardagur 23. juli 2022

Heiðurligt tap fyri Slovenia

U20 menninir taptu 28-25, men plássini til EM og HM vóru longu tryggjað

(Mynd: Harald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eitt nógv broytt U20 landslið, var úti fyri heiðurligum tapi fyri Slovenia í seinasta EM-dystinum í Portugal leygarkvøldið.

U20 mennirnir taptu 28-25 í móti Slovenia. Føroyska liðið var merkt av nógvum broytingum, men maður kom sanniliga í mans stað. 

Á føroyska liðinum, var tað serliga Bjarni í Selvindi, sum gekk á odda, og var eisini kosin dagsins maður fyri Føroyar. Eisini var Sasha Lacok serliga eyðsýndur í føroyska málinum.

Úrslitið hevur við sær, at føroyska liðið endaði á einum tíggjunda plássi, í EM endaspælinum. U20 menninir hava í hesi kappingini, tryggjað sær luttøku í HM endaspælinum næsta summar.

Fleiri myndir her

[object Object]
(Mynd: Harald Bjørgvin)

[object Object]
(Mynd: Harald Bjørgvin)

[object Object]
(Mynd: Harald Bjørgvin)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2022

45 Leygardagur 23. juli 2022

Tveir U18-landsdystir um vikuskiftið

Føroyar og Ísland spæla tveir fyrireikingardystir til komandi U18 EM-endaspælið, sum verður í Montenegro í august

Óli Mittún, ið júst hevur spælt ein leiðandi leiklut á U20 landsliðnum, er eisini partur av U18 landsliðnum (Mynd: Harald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hetta vikuskiftið verða tveir dystir á skránni millum U18-manslandsliðini hjá Føroyum og Íslandi.

Talan er um fyrireikingardystir til komandi U18 EM-endaspælið, sum verður í Montenegro í døgunum 4. til 14. august. Har skulu Føroyar í fyrstu atløgu møta Svøríki, Spania og Frakland í bólkaspælinum.

Dystirnir millum Føroyar og Ísland verða í dag og sunnudagin klokkan 15 í Hoyvíkshøllini. Hondbóltssambandið skrivar, at tað er ókeypis at vitja Hoyvíkshøllina til dystirnar, sum eisini kunnu stroymast á live.hsf.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2022

46 Leygardagur 23. juli 2022

H71-kvinnur møta liði úr Eysturríki

H71-kvinnurnar skulu møta SC Witasek Ferlach úr Eysturríki í fyrsta European Cup dystinum

Í seinastu kappingini spældi H71 móti Galychanka úr ukrainska býnum Lviv. Tað gjørdist bert til ein dyst, sum endaði 27-26 til Galychanka (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Lutakast hevur verið til European Cup hjá kvinnum í hondbólti, og nú er greitt, at H71-kvinnurnar skulu møta SC witasek Ferlach úr Eysturríki.

Eysturríkska liðið luttók ikki í europeiskari kapping seinasta kappingarár, men gjørdist nummar trý í eysturríksku deildini í vár.

Tilsamans 59 lið luttaka í European Cup hjá kvinnum komandi kappingarár. Fyrstu dystirnir skulu leikast vikuskiftini 8.-9. oktober og 15.-16. oktober. Um bæði liðini semjast um tað, kunnu báðir dystirnir avgreiðast sama stað, sama vikuskifti, skrivar Hondbóltssambandið.

Menninir hjá H71 luttka eisini, men ikki í fyrsta umfarinum, tá teir eru styrkismettir hægri. Lutakastið hjá teimum verður 20. september.

77 lið luttaka í European Cup hjá monnum og verða fyrstu dystirnir hjá H71 vikuskiftini 29.-30. oktober og 5.-6. november. Um bæði liðini semjast um tað kunnu báðir dystirnir eisini avgreiðast sama stað sama vikuskiftið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2022

47 Leygardagur 23. juli 2022

Málleyst í Montenegro

Møguleikarnir hjá KÍ at koma víðari í Conference League eru framvegis góðir. Teir leiktu javnt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍ fekk ein málleysan javnleik móti Sutjeska í Montenegro mikukvøldið.

Onkrir møguleikar vóru at leggja seg á odda, men klaksvíkingar munnu kortini vera nøgdir við 0-0.

Nú eru góðir møguleikar at vinna seg víðari í Conference League-kappingini, tá liðini hittast aftur til returdystin í Djúpumýru í Klaksvík 27. juli.

Sutjeska - KÍ 0-0

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2022

48 Leygardagur 23. juli 2022

Saksaspark og dundurskot gjørdu av við Víking

Víkingur tapti 2-0 móti Dunajska Streda á Tórsvølli mikukvøldið. Trupult verður at sleppa vinna seg víðari í seinna dystinum, sum verður leiktur á ólavsøku

(Mynd: DAC 1904 Dunajská Streda)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Var uppgávan hjá Víkingi trupul mikukvøldið, so verður hon upp aftur truplari ólavsøkudag. 

Víkingur tapti í vikuni 2-0 móti slovakiska DAC 1904 Dunajská Streda á Tórsvølli. Longu aftaná sjey minuttir løgdu gestirnir seg á odda við vøkrum saksasparki.

Heimaliðið vann seg inn aftur í dystin, men málmøguleikarnir vóru allir misnýttir. Í 81. minutti svav víkingsverjan, og rakti ikki bóltin sum gav Andrejs Ciganiks møguleikan at smekka bóltin í kassan.

Tvey flott mál hjá gestunum, meðan Víkingur einki fekk.

Returdysturin verður leiktur ólavsøkuaftan, 28. juli. Tað verður á DAC Arena í Dunajska Streda har vestri í Slovakia.

[object Object](Mynd: DAC 1904 Dunajská Streda)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2022

49 Leygardagur 23. juli 2022

B36 svam í møguleikum í eittmáls-sigri

Einvegis ferðsla í Gundadali hóskvøldið. Andrass Johansen tryggjaði B36 sigurin

Andrass Johansen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

B36 hevði mestsum alt spælið í Gundadali í Conference League dystinum hóskvøldið. Tre Fiori úr San Marino var á vitjan, og heimaliðið var frammanundan mett at vera favorittur.

Og B36 var eisini nógv betra liðið, men fekk ongantíð veruliga hol á. Magnus Egilsson brendi eitt brotsspark í fyrra hálvleiki, og ikki fyrr enn í 83. minutti bragdaði.

Andrass Johansen var maðurin, sum skoraði einsamalla málið hjá B36.

Ein góður sigur hjá B36, sum helst vildi vunnið við fleiri málum so seinni dysturin millum liðini ikki nýtist at gerast so spennandi.

Returdysturin verður í San Marino ólavsøkuaftan.

Sverri Egholm tók myndirnar í Gundadali:

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2022

50 Leygardagur 23. juli 2022

Gevur nógvar pengar at koma víðari

Tað kostar HB dýrt, at teir lorkaðu alt burtur í Wales

Í B36 kunnu tey fegnast um at vinna seg víðari í Conference League hóast 2-0 tap í fyrsta dystinum (Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kemur tú víðari í evropeisku kappingunum, eru nógvir pengar at heinta. Kemur tú ikki víðari í fyrsta umfari, fært tú væl minni.

Bolt.fo hevur lista yvir upphæddirnar, sum liðini fáa frá UEFA, og munurin á tí sum KÍ, Víkingur og B36 fáa er stórur í mun til hvat HB fær. 

HB reyk út í fyrsta umfari eftir tapta brotssparkskapping móti Newtown AFC úr Wales, og fær tí 1,9 millión krónur við sær.

Víkingur og B36 sum bæði vunnu seg víðari í fyrsta umfari, fáa 4,1 milliónir krónur.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Føroyameistarin í fjør, KÍ, tapti samanlagt móti Bodø/Glimt í Champions League, men sleppur eisini at royna seg í Conference League. KÍ hevur higartil skavað 6 milliónir saman fyri sína evropeisku luttøku.

Bolt.fo skrivar, at liðini nú fara at fáa 2,2 milliónur krónur aftruat fyri hvørt umfar tey koma víðari frá.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2022

51 Leygardagur 23. juli 2022

Jóannes Bjartalíð leingir við KÍ

Jóannes Bjartalíð spælir við barndómsfelagnum til 2024

Jóannes Bjartalíð í dysti í Bodø móti Bodø/Glimt (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍ hópurin byrjar sunnukvøldið sína ferð til Montenegro, har teir skuldu spæla mikudagin.

Við í flogfarinum var ein maður, sum júst hevði longt við barndómsfelagið. Jóannes Bjartalíð.

Hann fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í 2014, og hevur síðani leikt 237 dystir fyri KÍ. Harav 198 í landskappingini.

Jóannes Bjartalíð hevur skorað 109 mál, og lagt upp til eina rúgvu av málum. 

Nú hava Jóannes Bjartalíð og KÍ longt sáttmálan til 2024.

- Vit eru errin av, at vit hava ment leikarar sum Jóannes, sum hevur síðani hann var heilt ungur, meiri ella minni verið fastur maður á liðnum - serliga við hansara framúr bóltførleika, taktiska snildi og hørðum arbeiðið, hevur ment seg til ein av okkara leiðandi leikarum, skrivar KÍ.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2022

52 Leygardagur 23. juli 2022

KÍ longt við landsliðsleikara

Mads Boe Mikkelsen verður aftur við KÍ komandi kappingarár

Tummas Lervig, formaður í KÍ, Mads Boe Mikkelsen, og Mikkjal Thomsen, høvuðsvenjari (Mynd: KÍ)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mads Boe Mikkelsen kom úr HB undan hesum kappingarárinum, og hann hevur trivist væl. 

- Hann hevur við sínum framúr fótbóltslagið og hegni, víst seg at verið ein fongur fyri felagið, og nú kunnu vit staðfesta, at Mads eisini er okkara komandi kappingarár, skrivar KÍ á heimasíðuni.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Hóast hann hevur spælt í Føroyum í góð tvey ár, so hava vit endiliga sæð Mads spælt regluliga, orsaka av skaðum - og síðani hann er komin til KÍ, hevur Mads veruliga víst seg fram - og hevur hann verið kallaður inn til landsliðið av tí sama, sigur KÍ.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2022

53 Leygardagur 23. juli 2022

- Hildu eg var ov lítið í Føroyum

Familjan sum var eftir í Danmark og stríðið við FSF gjørdi, at Todi Jónsson gavst sum venjari hjá NSÍ í juni mánaði

Todi Jónsson (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Vit høvdu fingið tað at rigga, men eg veit ikki um tað kom óvart á felagið, men leiðslan helt at eg var ov nógv í Danmark og ov lítið saman við hópinum. Tey ynsktu at eg var meira í Føroyum.

- Tá vit byrjaðu samstarvið gjørdi eg greitt, at eg ikki ynskti at vera so nógv burtur frá børnunum í Danmark. Og so valdi eg at gevast sum. venjari.

Tað sigur Todi Jónsson við danska fótbóltsmiðilin bolt.dk.

Í greinini greiðir Todi Jónsson frá, at orsakað av manglandi A-venjaraprógv slapp hann í trimum teimum síðstu dystunum ikki longur at standa í venjaraøkinum og stýra spælarunum. Heldur ikki slapp hann at úttala seg um dystin ella spælarar í miðlunum, vóru boðini, sum Fótbóltssambandið gav NSÍ, sambært Toda Jónsson.

- Eg haldi at tað er at ganga í trongum skóm. Sum venjari er tað trupult, um man ikki kann standa í venjaraøkinum undir einum dysti. Og at eg ikki slapp at siga nakað við miðlarnar bara tí eg ikki hevði A-venjaraprógv, helt eg, var langt úti, sigur Todi Jónsson við bold.dk.

50 ára gamli klaksvíkingurin varð settur sum venjari hjá felagnum um ársskiftið. Orsakað av manglandi pappínum og prógvunum at virka sum venjari í ovastu deildini, var tað Poul Helgi Jacobsen, sum á pappírinum stóð sum høvuðsvenjari. 

NSÍ kunngjørdi 20. mai, at Todi Jónsson stóð sum "persónligur venjari" hjá besta liðnum.

30. juni tók Sámal Erik Hentze við sum venjari hjá besta liðnum hjá NSÍ. Felagið hevur 15 stig nú summarsteðgur er, og bara trý stig eru oman til niðurflytingarstrikuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2022

54 Leygardagur 23. juli 2022

U17-hópurin til NM úttikin

Eyðun Klakstein hevur úttikið 20 spælarar, ið skulu umboða Føroyar til NM kappingina í Noregi, sum verður frá 4. til 10. august

Fyrr í ár vóru U17-dreingirnir til UEFA menningarkapping í Estlandi (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Nógvir evnaríkir spælarar bjóða seg fram, so tað er hørð kapping um plássini – ikki bara til NM, men eisini til EM undankappingina, sum verður í heyst. Hópurin til NM er nú úttikin, og næstu vikurnar verður fult fokus á fyrireikingarnar, sigur venjarin, Eyðun Klakstein, við heimasíðuna hjá FSF.

Týsdagin 2. august setir føroyska U17-landsliðið við dreingjum kós ímóti Lillestrøm í Noregi. Á skránni er árliga NM kappingin, sum verður í døgunum 4. til 10. august. Føroyar skulu spæla móti Svøríki, Norðurírlandi og Onglandi.

- NM er ein góð avbjóðing fyri okkara spælarar. Mótstøðan er sterk, og tað ger, at teir veruliga fáa seg royndar. Og júst sovorðnar uppgávur, sum landsdystir, gera sera góðan mun í menningini, sigur Eyðun Klakstein.

Sjálvur verður Eyðun Klakstein ikki við til kappingina í Noregi. Í staðin verður tað hjálparvenjarin, Fróði Benjaminsen, ið kemur at standa á odda fyri liðnum, og afturat honum verður Rógvi Nónsgjógv Poulsen.

Hópurin
Sámal á Steig, 07 Vestur
Jónas Bjarnason Prior, 07 Vestur
Pætur Akselsen, 07 Vestur
Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur
Mattias J. Hellisdal, B36
Finnur Johannesen, B36
Bartal Páll Klein, B36
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Thomas Bjørn Miezan, FC København (Danmark)
Pætur Róason, HB
Andrass Henriksen, HB
Jónas Debes Samuelsen, HB
Aron Arnholdsson, KÍ
Josva Signarsson, Skála
Markus Tummasarson Isaksen, Skála
Aron Benjaminsen, Skála
Torkil Úlvur Jespersen Holm, TB
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Bjørn Bjarkhamar, Víkingur
Árni Nóa Atlason, Víkingur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2022

55 Leygardagur 23. juli 2022

Tá føroyska Team Rynkeby kom til Paris

Familja, vinir og kenningar stóðu fyri teimum í Paris. Tá høvdu rynkurnar súkklað 1.377 kilometrar

(Mynd: Team Rynkeby)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Leygardagurin var spennandi dagurin, tá Team Rynkeby kom til Paris. 

- Ein heilt fantastiskur dagur, rørandi og stórfingin. Familja, vinir og kenningar stóðu fyri okkum við fløggum, lógvabrestum og klár at hálsfevna øll. Nógv av hinum liðunum vóru eisini komin, og tað var sera hugnaligt og festligt á Prairie du Cercle Sud, har øll samlaðust, verður sagt út Team Rynkeby.

Team Rynkeby taldi í ár 48 súkklarar og 12 hjálparfólk. Farið varð úr Føroyum 7. juli og byrjað varð at súkklað úr Hirtshals leygardagin 9. juli. Súkkla varð gjøgnum Danmark, Týskland, Niðurlond, Belgia og síðani Frakland.

Komið varð til franska høvuðsdagin leygardagin 16. juli.

- Ein framúr góð vika og ikki minni gott rynkuár eru liðug. Vit eru glað og takksom fyri, at øll komu til París í øllum góðum, sigur Team Rynkeby Føroyar.

Tilsamans súkklaðu tey 1377 kilometrar.

Fleiri myndir her

Myndir: Team Rynkeby Føroyar

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2022

56 Leygardagur 23. juli 2022

Nýggjur landsliðsvenjari í tennis

Hetta er partur av eini heildarætlan at menna tennis sum ítróttargrein í Føroyum, og sum liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar komandi ár

Ingi Højsted, nevndarlimur í Tennissambandi Føroya, og Adam Blicher, landsliðsvenjari, heilsa uppá hvønn annan eftir at avtala er gjørd partanna millum
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tennissamband Føroya hevur sett nýggjan landsliðsvenjara sum partur av eini heildarætlan at menna tennis sum ítróttargrein í Føroyum, og sum liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar komandi ár. Talan er um 31 ára gamla danan Adam Blicher, sum komandi árið skal venja føroyska landsliðið í tennis, umframt at stuðla undir menningina av tennis í Føroyum sum heild.

Hóast sín unga aldur hevur Adam drúgvar royndir, og hevur hann á sínari yrkisleið sum spælari og venjari havt tætt tilknýti til fleiri stórar tennisstjørnur. Hann hevur m.a. verið venjari hjá donsku leikarunum Holger Rune og Claru Tausen, ið teljast millum fremstu tennisleikarar í heiminum.

Adam er uppvaksin í Randers, og hevur verið spælari og venjari í tennisfelagnum í býnum í nógv ár. Hann hevur eisini verið spælari og venjari hjá elituliðnum í Odense í fleiri ár. Adam hevur eisini verið knýttur at Dansk Tennis Forbund sum venjari og skeiðshaldari í seks ár. Adam hevur verið venjari á fleiri tennis-akademium úti í heimi, m.a. á tí viðurkenda Patrick Mouratoglou akademi. Harafturat hevur hann í fleiri ár gjørt egnan podcast um tennis, ið m.a. inniheldur samrøður við serfrøðingar og leikarar.

Umframt drúgvar royndir innan tennis, hevur Adam eisini eina kandidatútbúgving í ítróttarvísindi við sálarfrøði sum síðugrein frá Odense Universitet. Eisini hevur hann fast tilknýti til Team Danmark og hevur m.a. arbeitt fyri Danmarks Gymnastik Forbund og Dansk Motorsport Union.

- Eg vil fegin vera við til at menna tennisítróttina í Føroyum sum heild, og hetta er ein góður møguleiki hjá mær at nýta mínar førleikar til frama fyri tennis í Føroyum. Eg haldi, at tennis í Føroyum hevur verið í einari góðari menning seinastu árini, har fleiri venjarar hava fingið útbúgving og umstøðurnar at spæla eru betraðar nógv, sigur Adam Blicer.

- Eg kann vera við til at hækka støðið við teimum royndum og førleikum, sum eg havi, og vónandi kann mítt íkast koma føroyskum leikarum til góðar. Leikararnir eru ídnir og taka venjingina í stórum álvara, og tí gleði eg meg at koma í gongd, leggur hann afturat.

Tennissamband Føroya fegnast um at hava fingið ein dugnaligan venjara, sum verður knýttur at landsliðnum komandi árið. Hetta leggur eitt gott grundarlag til Oyggjaleikirnar 2023 og er við til at stimbra tennisumhvørvið í føroyum sum heild. Ætlanirnar fyri komandi árið eru nú lagdar, har ætlanin er at hava regluligar venjingar fyri landsliðið umframt venjingarlegur. Tennis hevur verið í støðugari menning seinastu árini, og alsamt fleiri íðkarar leggjast afturat. Eisini eru nógv børn og ung, ið nú spæla tennis. Arbeitt verður framhaldandi við at leggja eitt haldgott grundarlag fyri tennisítróttini í Føroyum.

Umstøðurnar í Gundadali eru eisini betraðar nógv við nýggjum graslíki sum undirlagi og ljósmastrum umframt einum felagshúsið, sum verður klárt í næstum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2022

57 Leygardagur 23. juli 2022

Komu heim við góðum úrslitum

Ábraham Bjarnason stóð seg serliga væl, og vann fýra gull heiðursmerki á framerunning-kappingini í Danmark

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Teir fýra, sum farna vikuskiftið vóru í Danmark og luttóku í framerunning-kappingini fingu góð úrslit.

Serliga Ábraham Bjarnason kláraði seg væl og vann fýra gull heiðursmerki.

Levi Hanusarson vann tvey bronsu heiðursmerki.

John Heri Johansen rann 100 metrar við tíðini 00.56,94 og 60 metrar við tíðini 00.48,59.

Martin Johannesen betraði um sína tíð við 5,51 sekundunum á 400 metrum, og gjørdi eitt bragd við at renna 800 metra finaluna umaftur við skaða í beininum.

Frame running er ítróttargrein sum er ment fyri at geva fólki við breki og balansutrupuleikum møguleika at íðka. Ein framerunner er ein trýhjólað súkkla uttan pedalir, har íðkarin sparkar seg fram eftir breytini. Parasport Føroyar skipar fyri regluligum venjingum, og eigur súkklur til tey, ið ynskja at royna ítróttagreinina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2022

58 Leygardagur 23. juli 2022

Heini Olsen farin um sýn

Sunnumorgunin 17. juli fór Heini Olsen, verkfrøðingur friðarliga um sýn 92 ára gamalur

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Føroya Verkfrøðingafelag

Sunnumorgunin 17. juli fór Heini Olsen, verkfrøðingur friðarliga um sýn 92 ára gamalur.

Heini var føddur inni á Fjørð í Vestmanna 2. juli 1930 og vóru foreldur hansara Dagmar og Haldor Olsen.

Heini varð útbúgvin verkfrøðingur í Noreg og á Horsens Teknikum í Danmark. Lívsleiðin hjá Heina var innan vegagerð og annlegsarbeiði bæði í Føroyum og í fjarskotnum londum. Hann arbeiddi m.a. í Iran, Afganistan, Zanzibar og Nigeria fyri byggifyritøkuna Kampsax, og tey nógvu seinastu arbeiðsárini sum deildarleiðari fyri projekterandi vegadeildina hjá Landsverkfrøðinginum (Landsverk).

Heini var fróðarmaður, og umframt verkfrøðingayrkið so hevði hann nógvar aðrar gávur, hann so ríkiliga deildi um seg. Hann skrivaði, fotograferaði, teknaði, gjørdi útvarpsendingar og helt mangan góðar og væl av hondum greiddar talur til ymisk høvi.

Um barnaár og tíðina í fjarskotnum londum gav Heini út bøkurnar “Meg minnist - og ørminnist 1” (1930 - 1948), “Meg minnist - og ørminnist 2” (1949 - 1956) og “Trý túsund nætur og trinnar - millum mohammedsmenn og kvinnur” (1956-57). Forlagið sprotin gav bøkurnar út í ávíkavist 2010 og 2013, har hópurin av forvitnisligum myndum og frásøgnum eru frá pørtum av einum spennandi lívi sum verkfrøðingur.

Eisini gjørdi Heini fyri árum síðani áhugaverda sending í kringvarpinum um vegagerð og samferðslu í eldri tíðum í Føroyum.

Á kommunuvalinum í 1972 varð Heini valdur inn í Tórshavnar býráð og varð har valdur til formann í Havnanevndini.

Heini var millum aðrar góðar verkfrøðingar við til at stovna Føroya Verkfrøðingafelag 28. juli í 1967. Á aðalfundinum í 2018 hjá Føroya Verkfrøðingafelag var einmælt samtykt at útnevna Heina Olsen til heiðurslim í felagnum. Hetta var fyri teir varðar, hann hevur lagt eftir seg, og fyri at verða við til at byggja landið upp til tað samfelag, vit kenna og njóta gott av í dag.

Eftir Heina sita Kirsten og børnini Turid (f. 1959 í Kermanshah), Roar (f. 1961 í Hamadan í Iran), Marianna (1962 - 1998 f. í Skanderborg) og Annika (f. 1969 í Skanderborg) og Annika við teirra familjum.

Við hesum fáu orðum verður lýst friður yvir minnið um Heina Olsen við tankum til tykkum ið eftir sita.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2022

59 Leygardagur 23. juli 2022

Birgith við Sandá 70 ár

Birgith er dóttir Solveig úr Sumba og Óla Christian hjá Hanne-mi og Mik málara á Dalavegnum

 
SkrivaÐ:

Nøvn

Í fagrasta fagrasta veðrið í dag (hósdagin, -red.), hava vit feiðrað eina av heimsins fagrastu kvinnum á hennara 70 ára føðingardegi.

Birgith við Sandá er fødd og uppvaksin á Dalavegnum 9 í Havn, við navninum Birgith Maria Jacobsen, saman við systkinum Anfinn, Joan og Hanne-mi. Birgith er dóttir Solveig úr Sumba og Óla Christian hjá Hanne-mi og Mik málara á Dalavegnum.

Birgith var einans 16 ára gomul, tá hon møtti Torkil Petersen úr Kaldbak, og bleiv Torkil hennara lívs kerligheit. 50 ára gullbrúdleypsdagin hava tey bæði feiðrað saman í juni í ár.

Birgith fór til Danmarkar á húsarhaldsskúla, men steðgurin í Danmark var stuttur, tí Birgith fann útav, at hon var vorðin við barn, og vendi nøsina heim aftur á klettarnar. 

Tá Birgth var 17 ára gomul, fekk hon fyrsta barnið, dóttirina Beintu. Torkil bleiv útlærdur timburmaður, og hansara starv sum byggiharri, hevur merkt teirra lív nógv, fleiri hús hava tey tekna og bygt saman, og oftani hava tey flutt aftur og fram, og fleiri ferðir úr og í sama hús aftur. 

Fyrsta heimið tey bæði bygdu saman var á Ternuryggi, síðani Garðsgøtu á Argjum, Suðurrás í Havn, Vørðubrekku á Argjum, undir Gráasteini í Havn og tann seinasta bústaðin, ið tey bæði saman hava tekna og bygt til sítt egna heim, er á Dalakróki í Havn, har tey búgva enn. Í dag búgva tey á matrikklinum á Dalakróki, men tó í nýggjari íbúð á 1 hædd, ið bleiv bygd fyri fáum árum síðani, og sett omaná húsið.

Sum ung arbeiddi Birgith fyrst á heilsøluni hjá A.B Bentzen, og síðani á Skipafelagnum. Børnini blivu mong í tali. Tá Birgith einans var 27 ára gomul, fekk hon fimta og síðasta barnið. 

Børnini eru Beinta, John, Óla Christian, Herborg og Benny. Sum flokkurin vaks, byrjaði Birgith at arbeiða heimanifrá, Í heiminum á Ternuryggi, var hon seymikona fyri millum annað Skálabúðina, ið heitti á Birgith, tá frakkar skuldi leggjast upp, buksur leggjast inn v.m.

Á Argjum tá fimta barni var komið, valdi Birgith at vera dagrøktarmamma. Birgith hevði ikki minni enn 5 børn í dagrøkt, so í køkinum á Garðsgøtu var tað mangan sum ein heil barnagarðsstova í døguðratímanum, tá hennara egnu børn komu heim úr skúla til døguðrasteðg, sat hon mangan og fóðraði ikki minni enn 10 børnum.

Birgtih fór seinni eisini at arbeiða á matstovuni Skýli á Tórsgøtu, har hon m.a seldi suppu, døguðra og sitrón fromagu til øll tey svongu í vikuskiftinum. Í Skýlinum kundi tú velja at koma inn og eta, ella fáa mat heim við, í hvítum mat spannum.

Mitt í 80 inum gavst Birgith sum dagrøktar mamma, og opnaði sína egnu sól salong - Salong Sólbrún í kjallaranum á Garðsgøtu, har var opið frá tíðliga um morgunin til seint á kvøldi, so har fekk Birgith hjálparfólk í starv. Tá tey seldu á Garðsgøtu og fluttu til Suðurrás, fór Birgith at starvast á Shellstøðini á Frælsinum.

Birgith ynskti enn einaferð at vera sjálvstøðug, og opnaði eina sølu og lýsingartænastu á Dr. Jacobsensgøtu. Nýggja lýsingarstovan Ring Inn, bjóðaði fólkið at lýsa eitt hvørt til sølu ella leigu. Ring Inn minti mest um tað, ið vit í dag kenna sum t.d Rótikassin á Facebook.

Tá børnini blivu størri, fór Birgith ið starv sum skrivari hjá Sjúkrahússtjóranum á Kongabrúnni, har hon var í nøkur ár. Tá bygningarbroytingar blivu gjørdar, flutti Birgith í starv hjá Fyristøðukvinnuni á hædd 2 á Landssjúkrahúsinum. Aftaná nøkur ár har, blivur aftur broytingar gjørdar, og Birgith flutti á Sjúklingaskrivstovuna í veghæddini, har hon sat sum móttøkufólk og skrivari, og við sínum fryntliga smíli og góðari umsorgan, royndi sum fragast at hjálpa og samskipa sjúkratænastu hjá teimum ið vóru illa sjúk, og skuldi á sjúkrahús uttanlanda ella teimum ið høvdu mist onkran av sínu kæru. 

Birgth starvaðist í mong ár á Landssjúkrahúsinum, og bleiv tað hennara síðsta arbeiðspláss, inntil hon fór frá sum fólkapensionistur. Eitt stutt tíðarskeið passaði hon samstundis starvið sum leiðari á breyðsøluni á Landavegnum, ið tey høvdu keypt og navngóvu Skivan.

Nú Birgith er blivin fólkapensionistur, hjálpir hon dúgliga børnum, ommubørnum og langommubørnum.

Enn einaferð hjartaliga tillukku við degnum, og takk fyri góðan mat og deiligar løtur í dag á tínum føðingardegi. 

B.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2022