Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 20. august 2022 | Nr. 34 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Vindmylnulandið oman fyri Havnina framleiðir skjótt streym frá 25 myllum

SíÐa 18

1 Leygardagur 20. august 2022

Góðan lesihug og góðan sjómannadag

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Væl komin inn í nútíðina

Í morgun byrjaði íslendska ferjan, sum í fleiri ár hevur røkt siglingina millum suðurlandið og Vestmannaoyggjar, siglingina millum Suðuroynna og Havnar.

Skipið er upprunaliga leigað til Føroyar fyri at lætta um hjá Smyrli at flyta serliga fisk til útflutnings frá virkjunum í oynni til Havnar, so at vøran kann koma umborð á farmaskipini, ið ikki vilja leggja inn í Suðuroy eftir hesi vøru.

Altso, ein Hassfjord-skipan.

Men skipið (uppkalla eftir sjókønum víkingi – einum av monnum, ið fóru við Eiriki Reyða vestur í hav og funnu Grønland) kom ongantíð í gongd við hesa tænastu fyrr enn boð vóru eftir tí til at røkja tænastuna, sum helst var høvuðsorsøkin til at fáa skipið til landið. Nevniliga at loysa av, tá Smyril skuldi takast úr sigling tí stundin var komin til neyðugt eftirlit.

Og tað skal Smyrl nú. Ónøgdin millum oyggjafólkið hevur verið ovurstór. Tey hava í hópatali skrivað undir áheitan um at bíða við at senda Smyril í dokk (!) til eitt annað og betri skip enn íslendski Herjolfur, er funnið sum avloysaraskip.

Vit vita ikki hvussu Herjolfur III fer at roynast sum suðuroyarskip – hann er ikki sloppin at royna seg enn. Men ein sannroynd er tað, at íslendska ferjan bert tekur ein lítlan part av tí bilatali, sum Smyril ger, og tað er ein stórur trupulleiki.

Fólk til og úr Suðuroynni eru jú vand til hava bilin við sær sum kuffert.

Men tað er ikki orsaka av hesum, at vit ditta okkum at bjóða suðringum vælkomnum inn í framtíðina. Nei.

Men tað er tí, at ábyrgdarhavarin av øllum hesum, stovnurin Strandfaraskip Landsins, við at seta eina væl minni ferju inn í suðuroyarsiglingina hevur sæð seg tvingaðan til at gera eina bíleggingarskipan, sum gevur brúkaranum møguleika fyri at tryggja sær pláss umborð. Og harvið sleppa undan at stilla seg í bíðirøð fleiri tímar frammanundan fyri at tryggja sær at sleppa við fyri síðan aftur at stilla seg í bíðirøð umborð fyri at sleppa at rinda fyri ferðaseðilin.

Ímyndið tykkum hvussu nógvir tímar tilsamans eru spiltir av fólki, sum – fleiri teirra fyri fulla løn – hava staðið í bilarøð fyri at sleppa við Smyrli. Tað munnu vera nógv ársverk tilsamans.

Loksins fann hesin stovnur við tænastuábyrgd fyri ferðing millum oyggjar, har landfast ikki er, útav at tørvur var á eini bíleggingarskipan.

Tað eru nú nógv ár síðan vit sjálv sluppu at avgreiða bankaørindi, keypa atgongumerki til biohøll og konsert og leggja til rættis og rinda flogferðir gjøgnum netið. Men tað tykist ikki sum Strandferðslan hevur sæð tað sum ein tørv at gera tað sama við teirra ferðatænastur.

Hvør kann ímynda sær, at vit skuldu fari vestur á flogvøllin og stilla okkum í bíðirøð fleiri tímar áðrenn fráferð fyri at tryggja okkum pláss í flogfarinum?

Soleiðis hevur tað verið við strandferðsluni í áravís. Vágafólk og norðoyingar sluppu undan tá undirsjóvartunnlarnir komu. Treyðugt so – fyri Sandoyarsiglingina hevur ein bíleggingarskipan verið galdandi í eina tíð – fyri sandoyingar ella ferðandi úr Sandoynni, ikki ferðandi til Sandoyar.

Nú kom so loksins ein bíleggingar- og gjaldsskipan fyri Suðuroyarsiglingina, og tað er at fegnast um, hóast hon kom minst 20 ár ov seint.

Um ikki annað, so kunnu vit takka Herjolfi gamla fyri tað.

Men tað skuldi ein alt ov lítil avloysaferja til, fyri at tað kundi henda. Tað er at undrast yvir.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 5352

    Lisnar síður: 16296

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 20. august 2022

Her verða føroysku rógvararnir bjargaðir

Teir eru nú á veg til Rotterdam við farmaskipi

(Mynd: MRCC / Vørn)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stutt fyri klokkan 15 føroyska tíð hósdagin fekk MRCC Tórshavn at vita, at báðir føroysku rógvararnir vórðu bjargaðir umborð á farmaskipið Nordic Qinngua.

Tað var hósmorgunin, at MRCC fekk boð frá rógvarunum um, at báturin hjá teimum hevði fingið ein stóran sjógv, og fingið so stóran skaða, at teir vóru farnir av bátinum og í gummibjargingarbátin. Teir vóru í flótidraktum, høvdu mat og telefon og ein EPIRB neyðsendara. 

[object Object]Føroysku rógvararnir vórðu bjargaðir umborð á Nordic Qinngua

Nordic Qinngua er eitt stórt skip, sum er yvir 200 metrar langt og einar 40 breitt, men skipið fekk so bjargað báðum monnunum, sjálvt um støðan stundum var hættislig. Ein enskt flogfar var eisini á staðnum fyri at stuðla. 

MRCC upplýsir, at skipið við rógvarunum er á veg til Rotterdam og verður har mánadagin.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2022

3
Leygardagur 20. august 2022

Fuglfirðingar tóku ímóti Akrabergi

Móttøka í Fuglafirði hósdag tá nýggjasta skipið í flotanum kom á Fuglafjørð

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Móttøka var í Fuglafirði tá nýggjasta skipið í føroyska flotanum, Akraberg, kom á Fuglafjørð hóskvøldið.

Skipið varð handað reiðarínum fyri hálvum øðrum mánað síðani í Noregi, og Akraberg fór beint til fiskiskap. Nú kom skipið so til Føroya á fyrsta sinni.

Nógv fólk var møtt upp. Fyrst klokkan 16 tá móttøkan skuldi vera, men seinking kom í, og Akraberg kom á Fuglafjørð klokkan 18.

Sverri Egholm tók myndirnar. Fleiri eru at síggja her:

[object Object]

[object Object]

[object Object]Annfinn Olsen, reiðari, og Elisabeth Eldevig Olsen 

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2022

4 Leygardagur 20. august 2022

Foreldur vísa lærarunum og nú fyrrverandi varaskúlastjóra sín stuðul

132 foreldur í Vestmanna skúla hava skrivað undir eitt opið bræv til Mentamálaráðið. Tey heita á avvarandi myndugleika at fáa skúlan á beina kós aftur við nýggjari leiðslu

(Mynd: Vestmanna skúli)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ófriður valdar í Vestmanna skúla. Foreldur sendu síni børn til nýtt skúlaár hósdagin uttan at tímatalva var klár. Hetta er als ikki nøktandi, siga foreldrini at børnum í Vestmanna skúla í opnum brævi til Mentamálaráðið.

Varaskúlastjórin hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn, og skúlastjórin er eisini sjúkrameldað av øllum rokinum seinastu vikurnar.

- Tað harmar okkum sera nógv, at hendan støðan er íkomin, og vit vilja við hesum vísa lærarunum og nú fyrrverandi varaskúlastjóra, okkara stuðul, siga foreldrini. 

- Harumframt vilja vit heita á avvarðandi myndugleika um at fáa skúlan á beina kós aftur við nýggjari leiðslu, øllum starvsfólkum og næmingum at gagni.

- Vestmanna skúli hevur altíð verið kendur fyri, at klekja góðar næmingar. Í lands- og pisaroyndum eru næmingarnir í Vestmanna millum teir bestu í landinum. Orsøkin er lærararnir. Teir eru framúr dugnaligir og ganga høgt upp í starv og næmingar, skriva foreldrini.

Eisini Føroya Lærarafelag hevur send myndugleikunum boð um at fáa viðurskiftin upp á pláss.

Skrivið frá Lærarafelagnum kann lesast her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2022

5

Størv

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024
6 Leygardagur 20. august 2022

Nú fór fólkatalið upp um 54.000

Lutfalsliga nógv fólk eru deyð fyrra hálvár í ár. Tí er burðaravlopið ikki so stórt, sum tað plagar at vera

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í juli mánaði vóru enn eini túsund rundað í fólkatalinum í Føroyum, tá talið av íbúgvum her á landi rundaði tey 54.000. Hagstovan hevur í dag kunngjørt nýggjastu hagtølini fyri íbúgvar.

1. juli í ár búðu 54.072 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 698 fólkum seinasta árið, svarandi til ein vøkstur á 1,3 prosent.

Vøksturin er minni enn í undanfarna 12 mánaða tíðarskeiði, tá vøksturin var 1,5 prosent.

Vøksturin kemur fyrst av øllum frá eini nettotilflyting á 535 fólk og síðan av burðaravlopinum, sum hetta seinasta árið var 163. Burðaravlopið er munurin á teimum sum eru fødd og teimum, ið eru deyð.

Hagstovan staðfestir nú, at burðaravlopið hevur verið serstakliga lágt fyrra hálvár í ár. Lutfalsliga nógv eru deyð, samstundis sum burðartalið hevur verið nakað lægri enn tíðina frammanundan.

Hinvegin hevur nettoflytingin verið nakað hægri enn undanfarnu tíðarskeið, so samanumtikið heldur fólkatalið fram við at vaksa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Størstu kommunurnar vaksa mest

Størsti vøkstur í tali seinasta árið var í Tórshavnar kommunu, har umleið helvtin av samlaða vøkstrinum var. Eisini vaks fólkatalið nógv í millum annað í Klaksvíkar og Runavíkar kommunum umframt í Nes, Eiðis og Sunda kommunum. Størsta minking var í Sands, Hvalbiar, Sørvágs og Sumbiar kommunum.

Í fleiri kommunum er fólkatalið nú tað hægsta, tað hevur verið, síðani byrjað varð at gera fólkatalið upp í 1985: Í Tórshavnar kommunu, har fólkatalið nærkast 23.000, í Klaksvíkar kommunu, har fólkatalið hevur rundað 5.400, og í Runavíkar kommunu, sum nú hevur fleiri enn 4.300 íbúgvar.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2022

7 Leygardagur 20. august 2022

Útflutt fyri 1,4 milliardir meira enn í fjør

Fyrra hálvár í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 5,3 milliardir krónur

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Útflutningurin fyrra hálvár er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 5,6 milliardir krónur. Hetta eru 1,4 milliardir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør. 

Útflutningurin av makreli er vaksin nógv fyrra hálvár. Vøksturin er 257 milliónur krónur ella 251 prosent. Hetta kemst av, at makrelkvotan varð fiskað seinni í fjør, enn vanligt er.

Laksaútflutningurin er vaksin nógv, og har er útflutt fyri 2,6 milliardir krónur fyrra hálvár. Virðið er hækkað 565 milliónur krónur ella 28 prosentum. Prísurin er góður, tí nøgdin er minkað við 6 túsund tonsum ella 16 prosentum.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløguni tosk, upsa og hýsu er vaksin nógv. Mest fyri hýsu, 71 prosent, og minst fyri upsa, har vøksturin er 38 prosent.

[object Object]

Útflutningurin til Russlands var 45,2 milliónur krónur í juni 2022. Selt var fyri 32,9 milliónur krónur av brennievni og aðrari útgerð til russisk skip, og útflutt fyri 12,3 milliónir krónur av svartkjafti til Russlands.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2022

8 Leygardagur 20. august 2022

Innflutt fyri 5,8 milliardir krónur fyrra hálvár

Fyrra hálvár í ár varð innflutt fyri 5,8 milliardir krónur, sum eru 1,5 milliardir meira enn fyrra hálvár í fjør

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Hagstovan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Innflutningurin fyrra hálvár er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 5,8 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 35,9 prosent í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 24,2 prosent.

Hagstovan skrivar, at um vit ikki rokna skip og flogfør við, er størsti vøksturin í bólkinum brennievni, har innflutt er fyri 500 milliónir krónur meira. Sostatt er innflutningsvirðið av brennievni nærum tvífaldað.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av rávørum til fiskavirking, har vøksturin er 42,6 prosent.

Vinnan hevur eisini innflutt meira til hav- og landbúnað og til aðra framleiðslu. Her er vøksturin ávikavist 30,5 prosent og 29,8 prosent.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2022

9 Leygardagur 20. august 2022

Besta úrslit seinastu fimm árini

Berg Motors Sp/f hevði avlop á 3,5 milliónir krónur í fjør

(Mynd: Google Maps)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Spf. Berg Motors, sum heldur til á Staravegi 1 í Havn,  selur bilmerkini Suzuki, Subaru og elbilamerkið Airways. Harumframt selur og umboðar felagið lastbilamerkið Scania.

Bilaútleigan er eisini ein týðandi partur av virkseminum, har felagið umboðar kendu bilútleigufeløgini Avis og Budget. 

[object Object]

Roknskapurin hjá Berg Motors vísir, at bruttovinningurin øktist úr 14,8 milliónum í 2020 til 22,8 milliónir krónur í 2021, sum er ein vøkstur á heili 54 prosent. Tann hækkandi bruttovinningurin í 2021 gevur ábendingar um at sølan er økt. Ikki er upplýst um vøksturin stavar frá bilasøluni ella bilaútleigan.

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt Ebidta, var 11,1 milliónir krónur, samanborið við 3,5 milliónir í 2020. Talan er um ein vøkstur á heili 7,6 milliónir krónur ella 215 prosent.  

Ársúrslitið fyri 2021 var eitt avlop á 3,5 milliónir, sum er heili 5,6 milliónir krónur hægri enn úrslitið í 2020, sum var eitt hall á 2,1 milliónir.  

Aðalfundurin samtykti at luta 500.000 krónur út til eigaranr sum vinningsbýti. 

Fíggjarjavnin hjá Berg Motors minkaði úr 61 milliónum í 2020 til 54,9 milliónir krónur í 2021.  

Støðisognin minkað við avskrivingunum úr 40 milliónum krónum í 2020 til 33,8 milliónir í 2021. 

Ognir í umferð hevur verið støðug og var 21 milliónir krónur í 2021. Serliga kann í 2021 síggjast, at vørugoymsla er støðug á 10,3 milliónir krónur, áogn er økt 1,4 milliónir til 4,5 milliónir krónur og at tøkur peningur er minkaður 800.000 krónur til 6,2 milliónir

Berg Motors hevði við árslok 2021 eina eginogn á 26,9 milliónir. Hetta gevur eitt trygdarevni á 49 prosent, sum má metast at verða gott.   

Felagið hevur langfreiðstaða skuld á 19,5 milliónir krónur viðarlok 2021, sum er 1,3 milliónir lægri enn í 2020. Stuttfreiðstaða skuldin er hinvegin minkað úr 14,1 milliónum í 2020 til 5,6 milliónir krónur í 2021.  

Um hugt verður eftir lyklatølunum hjá Berg Motors sæst, at ognaravkastið, sum er úrslitið áðrenn fíggjarpostar í mun til samlaða fíggjarjavnan var 9 prosent, sum verður mett rímuliga gott. 

Eginpeningsavkastið var 16 prosent í 2021, sum eisini verður mett rímuliga gott. 

Samanumtikið eitt rímuliga gott úrslit hjá Berg Motors í 2021, sum eisini er besta úrslit síðstu fimm árini.  

Stjóri í Spf. Berg Motors er Saroya Britt Dalsgarð. Nevndarformaður er Hálvdan Dalsgarð. Eigararnir av Spf. Berg Motors eru ikki upplýstir í roknskapinum.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen, á ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2022

10 Leygardagur 20. august 2022

Herjólfur III hevur fingið siglingarloyvið

Fer fyrsta túrin til Havnar í morgun

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mikudagin fekk íslendska ferjan Herjólfur III endaliga siglingarloyvið, og kundi sostatt fara undir royndarsigling.

Beint eftir at Smyril var farin av Havnini seint mikukvøldið, legði Herjólfur at bryggju undir havnaskrivstovuni, og fór síðani undir farstøðina at liggja fyri náttina. Royndirnar við nýggju rampuni umborð vístu seg at rigga væl til rampurnar í Havnini. 

[object Object]

Hósmorgunin loysti Herjólfur av Havnini, og sigldi suður á Krambatanga. Har skuldu seinastu fyrireikingarnar gerast, áðrenn skipið fer í sigling.

Endaliga ferðafólkaloyvið frá føroyska sjóvinnustýrinum er til 385 ferðafólk, ið er nakað minni enn í upprunaliga ferðafólkaloyvinum úr Íslandi. Orsøkin er millum annað, at pláss skal vera fyri tveimum manningum umborð, so skipið kann røkja náttarsigling. 

Strandferðslan vísir á, at eins og á Sandoyarleiðini, ber nú til at bíleggja pláss til akfør og ferðafólk umborð á Herjólfi. Tey sum hava ella stovna sær ein vanga, fáa 15 prosent í avslátri fyri ferðafólk og persónbilar.

Akfør við plássbílegging hava eisini framíhjárætt at sleppa við umborð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2022

11 Leygardagur 20. august 2022

Gott fyrra hálvár hjá Suðuroyar Sparikassa

Úrslitið fyri skatt fyrra hálvár 2022 er 1,4 milliónir krónur, sum er á leið tað sama sum fyrra hálvár 2021

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Realkredittfíggingin koyrir við fullari ferð og seinasta hálva árið eru realkredittlánini økt við 42,5 milliónum krónum, ið svarar til 62,3 prosent. Dentur verður lagdur á hetta økið og at veita góða ráðgeving.

- Fleiri kundar hava brúkt hækkandi rentustøðið til at konvertera fastforrentaðu realkredittlánini og harvið minkað nógv um restskuldina, sigur Søren Bruhn, stjóri.

Eins og ætlað, eru innlánini lækkað - úr 721 milliónum krónum í 676 milliónir. Útlánini eru hækkað úr 538 milliónum fyrra hálvár 2021 upp í 549 milliónir krónur fyrra hálvár 2022.

Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er 21,4 prosent, meðan solvenstørvurin er 10,4 prosent. Longu í dag lýkur Suðuroyar Sparikassi lógarkravið í 2025, sum er 19,0 prosent. Lógarkravið í 2022 er 17,0 prosent.

Suðuroyar Sparikassi hevur gott gjaldføri og LCR er 30. juni 2022 524 prosent, meðan tað sama tíðarskeið í fjør var 746 prosent.

Hálvársúrslitið er ávirkað av einum kurstapi á 942.000 krónur. Tað er serliga kríggið í Ukraina, ið er orsøk til tess, umframt orsøkin til høgu inflatiónina. At evropeiski miðbankin, ECB, og síðani eisini danski tjóðbankin, hava hækkað rentuna, fer at ávirka rentustøðið komandi tíðina.

- Samanumtikið hevur tað gingið sera væl fyrra hálvár 2022 og vit hava havt úr at gera í Suðuroyar Sparikassa, sigur Søren Bruhn at enda og leggur afturat, at Suðuroyar Sparikassi væntar, at endaliga ársúrslitið 2022 verður millum 1,8 og 2,5 milliónir krónur fyri skatt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2022

12 Leygardagur 20. august 2022

Viðførismóttøkan á flogvøllinum verður meira enn tvífaldað

Umstøðurnar í viðførismóttøkuni á flogvøllinum í Vágum hava so at siga síðani byrjan verið ov trongar, og hava tí av røttum verið fyri atfinningum, sigur Regin I. Jakobsen, floghavnsstjóri

Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn, og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, eftir at arbeiðssáttmálin er undirskrivaður
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Umstøðurnar í viðførismóttøkuni á flogvøllinum í Vágum hava so at siga síðani byrjan verið ov trongar, og hava tí av røttum verið fyri atfinningum, ikki minst seinastu tíðina, men nú verður farið undir at víðka um hølini.

Soleiðis stendur í tíðindaskrivi, sum Vága Floghavn sendi út hósdagin í samband við, at sáttmáli nú er undirskrivaður við Articon. Byggifyritøkan fer í næstum undir arbeiðið at víðka viðførismóttøkuna í floghavnini.

Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn, viðurkennir, at farstøðin leingi hevur verið ov lítil, og at tey nýggjari flogførini hava gjørt mun:

- Hóast tað er lutfalsliga stutt síðani at farstøðin á flogvøllinum varð tikin í nýtslu, so hevur hon í roynd og veru verið ov lítil frá fyrsta degi. Veruleikin er, at hon er teknað til eina aðra tíð, tá flogførini vóru helvtina minni enn tey, ið nýtt verða í dag, og tað gevur sum vera man avbjóðingar.

Sáttmálin, ið Articon og Vága Floghavn hava skrivað undir, fevnir bæði um lendisarbeiði og byggiarbeiði. Fyrireikingarnar eru komnar nakað áleiðis og farið verður undir arbeiðið í næstum.

- Útbyggingin fer at hava við sær, at viðførismóttøkuhøllin, sum í dag er um 250 fermetrar, verður víðkað til 620 fermetrar, samstundis sum sjálvt bandið, har tey ferðandi fáa sítt viðføri, fer úr sløkum 40 metrum upp í umleið tvífalda longd. Hetta er veruliga ein tiltrongd útbygging og síggja vit fram til at veita viðskiftafólkum okkara eina munandi betraða tænastu, tá arbeiðið eftir ætlan verður liðugt til háárstíðina komandi summar, sigur Regin I. Jakobsen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2022

13 Leygardagur 20. august 2022

Rektarin leggur frá sær

Chik Collins, sum seinastu trý árini hevur verið rektari á Fróðskaparsetri Føroya, leggur frá sær um ársskiftið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Chik Collins, sum seinastu trý árini hevur verið rektari á Fróðskaparsetri Føroya, leggur frá sær við árslok.

Stýrið fyri Fróðskaparsetrið harmast um avgerðina, sum er tikin hálvtannað ár fyri tíð. Grundin er, at Chik Collins hevur fingið tilboð um annað starv í Skotlandi.

“Samstarvið við rektaran hevur verið framúr gott frá fyrsta degi, og Chik Collins hevur – í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfólk – staðið á odda fyri stórum frambrotum á Setrinum. Málið hevur verið professionalisering av øllum virkseminum, og serliga skal nevnast miðvís góðskutrygging av útbúgvingunum, soleiðis at tær kunnu metast á sama stigi sum útbúgvingar uttanlands”, sigur Ólavur Ellefsen, stýrisformaður.

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya fer nú at søkja eftir nýggjum rektara, sum eftir ætlan skal taka við 1. januar 2023.

Fyri framman eru stórar avbjóðingar. Millum annað at dagføra strategisku ætlanina og at savna alt virksemið í nýggjar bygningar á fløtuni á Frælsinum í Havn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2022

14 Leygardagur 20. august 2022

Fleiri døglingar í Hvalba

Teir tríggir hvalirnir, sum týsdagin løgdu beinini í Hvalba eru tvífalt so stórir, sum teir, ið gjørdu landgongd sunnudagin

Hvalba í dag (Mynd: Birgir Enni)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tey fylla í frystiboksirnar í Hvalba í hesum døgum.

Sunnudagin løgdu tríggir døglingar beinini í Hvalba, og aftur týsdagin vóru tríggir døglingar, sum gjørdu landgongd í bygdini.

Tað kemur javnan fyri, at døglingar sjálvir gera landgongd í Hvalba og Sandvík, men tað er ólógligt at reka døgling á land.

Tommy Olsen, grindaformaður, sigur við útvarpið, at hvalirnir, sum týsdagin løgdu beinini í Hvalba, vóru umleið tvífalt so stórir sum teir, sum gjørdu landgongd í farnu viku.

Býtt varð millum fólkið í Hvalbiar sókn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2022

15
Leygardagur 20. august 2022

Seks umsøkjarar fingu part av makrelkvotuni

Í kunngerðini um fiskiskap eftir makreli í 2022 eru 1.800 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir, og níggju umsóknir komu inn

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í kunngerðini um fiskiskap eftir makreli í 2022 eru 1.800 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir.

Tá freistin at søkja um part av kvotuni var úti mikudagin 20. juli, hevði Fiskimálaráðið fingið níggju umsóknir – tilsamans varð søkt um 7.600 tons.

Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru seks umsóknir játtaðar og hava fingið tillutað tey 1.800 tonsini, sum vóru tøk. Tríggjar umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðuna.

Av teimum seks umsóknunum um part av tøku makrelkvotuni, ið eru gingnar á møti, eru allar til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka makrelin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu, ella har nýggjar vørur verða mentar fyri at koma á aðrar marknaðir.

Tvær av umsóknunum, sum ikki vórðu gingnar á møti, vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirðið. Hin triðja varð mett stuðulsverdug, men kravið til ynskta minstu nøgd var ov stórt í mun til tøka kvotu.

Eins og undanfarin ár verða, í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, settar serligar treytir, sum skulu tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið. Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar, í seinasta lagi 31. januar 2023.

Tey, sum hava fingið játtað part av kvotuni eru:

  • Faroe Marine Products: 150 tons
  • Tavan: 450 tons
  • TG Seafood: 300 tons
  • Glyggur Fishproteins and Bait: 150 tons
  • Varðin Pelagic: 250 tons
  • Kósin: 500 tons

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2022

16 Leygardagur 20. august 2022

Flótandi mørk fyri hvat trygdarpolitikkur umfatar

Trygdarpolitiska økið er ikki statiskt, staðfestir løgmaður. Í ivamálum eru tað fyrst og fremst løgmaður og danski forsætisráðharrin, sum skulu beina ivan av vegnum

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mørkini fyri hvørji mál verða fatað sum trygdarpolitisk mál, kunnu vera flótandi.

Tað vísir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á í einum svari upp á fyrispurning frá Beintu Løwe.

Tingkvinnan spurdi í grein 52-spurningi hvørji málsøki, sambært løgmanni, koma undir trygdarpolitikk.

Løgmaður gevur ikki beinleiðis svar upp á fyrispurningin, men greiðir frá, at markamótini kunnu flyta.

Løgmaður sigur millum annað soleiðis:

- Tað er týdningarmikið at gera sær greitt, at yvirtikin málsøki eru ein eind, meðan uttanríkis-, trygdar-og verjupolitikkur, sum ikki eru yvirtikin, eru ein onnur eind.

- Sambært heimastýrislógini og yvirtøkulógini er málsøkið uttanríkis-, trygdar-og verjupolitikkureitt av teimum málum,sum ríkismyndugleikarnir taka sær av.

- Men trygdarpolitiska økið er ikki statiskt, og flytur seg alla tíðina, so hvørt samfelagið broytist.  Fleiri dømi eru um samfelagsøki, ið áður hava verið mett at vera so avgerandi, at tey hava verið roknað sum hernaðarmál. So hvørt sum tøknin hevur ment seg, verða hesi somu øki ikki longur roknað sum hernaðarmál.

- Í sama viðfangi hava vit seinnu árini sæð,at nýggj samfelagsøki hava fingið ein trygdarpolitiskan dám. Eisini málsøki, ið eru á føroyskum hondum.

- Tað er ikki altíð, at markamótiðmillum yvirtikin og ikki yvirtikin málsøki er so greitt. Málsøkini kunnu vera flættaðinn í hvørt annað. Í slíkum ivamálum eru tað fyrst og fremst løgmaður og danski forsætisráðharrin, sum skulu beina ivan av vegnum.

Beinta Løwe hevði eisini tveir konkretar spurningar afturat: Annar er, um fiskivinna, -sáttmálar og -samráðingar er trygdarpolitikkur.

Til tað svarar løgmaður nei. Hesi mál vóru yvirtikin í 1948, tá heimastýrislógin varð sett í verk.

Beinta Løwe spyr eisini eftir uppskotinum til samtyktar um trygdarpolitikk Føroya, sum landsstýrið, sambært løgu løgmans á ólavsøku, fer at leggja fyri tingið í heyst. Spurningurin er, um samskifti hevur verið við donsku stjórnina um hetta.

Tað hevur tað ikki, svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2022

17 Leygardagur 20. august 2022

717 bústaðir standa tómir

Heilir 717 bústaðir í Tórshavnar kommunu standa tómir

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

450 sethús, 232 íbúðir og 35 aðrir bústaðir standa tómir í Tórshavnar kommunu. Altso eingin býr í hesum tilsamans 717 bústøðunum.

Hetta upplýsti Heðin Mortensen, á eykabýráðsfundi í Tórshavnar kommunu herfyri. Tølini eru frá november í fjør.

Tað er stórur tørvur á bústøðum í høvuðsstaðnum. Á eykabýráðsfundinum varð samtykt at seta í verk útstykking á Argjahamri. Talan er um útvið 200 bústaðareindir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2022

18 Leygardagur 20. august 2022

Vindmylnulandið oman fyri Havnina framleiðir skjótt streym frá 25 myllum

Arbeiðið við triðju vindmylnulundini omanfyri Havnina er nú komið so mikið væl áleiðis, at fyrsta myllan verður liðug uppsett í september

Alt tilfarið til triðju vindmylnulundina í Flatnahaga, oman fyri Havnina, er nú komið til Føroya. Væntandi er klárt at taka hana í brúk innan ársskiftið (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Fyrst kom Húsahagi við sínum 13 vindmyllum, síðani kom Gellingarklettur við sínum 6, og skjótt kemur Flatnahagi við sínum 6 myllum aftrat.

Innan árslok fara ikki færri enn 25 vindmyllur í økinum báðu megin Oyggjarvegin omanfyri Havnina at framleiða grønan streym til netið hjá SEV. Eitt týðandi stig til einar grønari Føroyar.

[object Object]

Um somu tíð sum felagið Røkt ger allar sínar seks vindmyllur á Gellingarkletti endaliga klárar til at framleiða streym inn á netið hjá SEV, eru tey hjá Orkufelagnum av álvara farin í gongd at seta upp sínar seks vindmyllur í Flatnahaga. 

[object Object]

Nú um dagarnar kom fyrsta tornið upp, og í vikuni vórðu veingirnar koyrdar niðan í Flatnahaga. Har hevur Orkufelagið gjørt grundarlagið klárt við vegum og fundamentum til myllurnar.  

Nú hevur so veitarin av vindmyllunum, Enercon, tikið yvir og er farin undir stóra arbeiðið at seta upp vindmyllurnar og gera tær klárar til at framleiða streym.  

Væntandi verður fyrsta myllan klár í september, og síðani koma allar hinar sohvørt. 

[object Object]

Stjórin í Magn, Finn Jakobsen, segði við útvarpið í vikuni, at tey vænta, at alt koyrir innan árslok. Tvs. at teir tá hava royndarkoyrt myllurnar og streymur kann fara inn á netið hjá SEV.

[object Object]

Talan er um seks myllur, sum hvør er 3 MW ella tilsamans 18 MW, sum skulu kunna framleiða tilsamans 64 GWT um árið.  

Hetta fer at svara til 15 prosent av framleiðsluni hjá SEV í fjør, sum var uppá 160 GWT.

Finn Jakobsen sigur, at hetta er ein rímuliga stór øking í samlaðu grønu orkuni og fegnast hann um, at Magn og Tryggingarfelagið Lív, sum eiga Orkufelagið, kunnu vera partur av hesum  so týðandi grøna orkuskiftinum í Føroyum. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Tað var 2. november í fjør, at Heðin Mortensen, borgarstjóri og Finn Jakobsen, stjóri í Magn, settu spakan í jørðina í Flatnahaga. Tá alt er liðugt um knapt eitt hálvt ár fer vindmylnulundin at kunna framleiða tað, sum svarar til nýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum. Magn eigur 40 prosent av Pf. Flatnahagi, meðan Tryggingarfelagið Lív eigur 60 prosent. 

Myndir: Jan Müller

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2022

19
Leygardagur 20. august 2022

Sjómannadagar í Klaksvík hetta vikuskiftið

Millum annað verður fiskikappin og stórt vatnkríggj í Klaksvík

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í gjár byrjaði skráin fyri Sjómannadagarnar í Klaksvík. Sjómannadagar hava ikki verið seinastu tvey árini, men nú verður stóra tiltakið aftur. Hóast sagt verður frá eitt sindur av regni í dag, vera uttan iva nógv fólk.

Á skránni í gjár var millum annað fiskikapping og seinni vatnkríggj á Vágni.

Í dag er stóri dagurin. Føroysku træseglskipini koma á Klaksvík klokkan 10 og stórt morgunmatarborð verður á bryggjuni frá klokkan hálvgun ellivu.

Gjøgnum dagin verða ymsar kappingar. Millum annað í egning, trolbøting, halda dregg, køkubaking og at vinda hespur upp í noða.

Væl umtókta fish & chips frá JFK verður at fáa frá klokkan 13.

Alt er ókeypis á Sjómannadegnum.

Øll skráin sæst á nordlysid.fo her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2022

20 Leygardagur 20. august 2022

Dátueftirlitið flytur inn á Skálafjørðin

Í næstum flytur Dátueftirlitið inn á eystara arm á Skálafjørðinum. Tað hevur løgmaður avgjørt

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Løgmaður hevur avgjørt at Dátueftirlitið, ið er stovnur undir Løgmansskrivstovuni, í næstum skal flyta inn á eystara arm á Skálafjørðinum. Avgerðin um at Dátueftirlitið skal flyta hevur verið til ummælis hjá Dáturáðnum, ið tekur undir við avgerðini.

Tóri Højgaard, stjóri á Dátueftirlitinum sigur:

- Dátueftirlitið er í tí støðu, at núverandi høli í Havn er óhóskandi. Tí er neyðugt at finna nýggj hóskandi hølir. Ein staðseting á eystara armi á Skálafjørðinum kemur ikki at ávirka okkara virksemi.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur:

- Vit eiga altíð at miðja í móti, at almenn arbeiðspláss eru staðsett kring alt landið. Men vit skulu ikki flyta stovnar fyri einhvønn prís. Tað má altíð geva meining og ikki ganga útyvir tænastuna. Í hesum førum skal Dátueftirlitið hava nýggj høli, og tí er upplagt at finna nýggj hølir uttanfyri Havnina. Eg fegnist um at stjórin og Dáturáðið taka undir við ætlanunum.

Farið verður nú undir tilgongdina at fyrireika flytingina, herundir at skipa fyri útboðið av møguligum hølum á eystara armi á Skálafjørðinum.

Á Dátueftirlitinum starvast seks starvsfólk. Dátueftirlitið virkar sum skrivstova hjá Dáturáðnum, og hevur til uppgávu at hava eftirlit við og virka fyri, at dátuverndarlógin verður hildin. Harumframt veitir Dátueftirlitið ráðgeving og vegleiðing um dátuverndarlógina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2022

21 Leygardagur 20. august 2022

Stórur áhugi fyri at vitja Kalsoy

Meðan ferðafólkatalið í mun til 2019 er gingið aftur á Mykinesar- og Fugloyarleiðini, er tað gingið fram á Kalsoyarleiðini

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Talið av ferðandi á Kalsoyarleiðini er framvegis hægri í 2022 - mánaða fyri mánaða - í mun til 2019, sum var tað størsta áðrenn. Men munurin í juli var lítil. Uttan iva var hetta ávirkað av, at ferðandi um flogvøllin í juli mánaða vóru nakað færri enn í 2019. Uttan iva hevur verkfallið hjá SAS í juli í ár sína ávirkan.

Talið av ferðandi á Mikinesleiðini er væl lægri í 2022 samanborðið við 2019. Hertil skal sigast, at talið av døgum, har brim er í Mikinesi, er stórt. Um hesir brimdagar eru fleiri í 2022 enn 2019, hava vit í skrivandi løtu ongi tøl fyri.

[object Object]

Farleiðin til Kalsoynna er næstan  ongantíð hindrað av nøkrum árið runt, meðan sjóvegis ferðasamband við Mikines er ikki um veturin.

Talið av ferðandi á Fugloyarleiðini er næstan komið upp í hædd við 2019. Hendan farleiðin kann eisini verða hindrað av brimi, men ikki í sama mun sum Mikinesleiðin. 

Tíðindaskriv frá Visit Kalsoy


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2022

22 Leygardagur 20. august 2022

Nógv fólk á ovastevnu

– Hóast talan eru eina stóra mongd av fólki, á lutfalsliga lítlum øki, hevur alt gingið uppá stás, siga fyriskiparar

(Mynd: Evy Toftagaard Nielsen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinasta leygardag var Nólsoy karmur um væl vitjaða ovastevnu, og ein rúgva av fólki var á stevnuni, sum m.a. bjóðaði ítrótt, tónleik, sjónleik og felagssang.

Ternan sigldi aftur og fram um Nólsoyarfjørð hvønn tíma frá leygarmorgninum klokkan 8. Eftir ferðaætlanini skuldi hon seinasta túrin úr Nólsoy sunnumorgun kl 5:30, men tá var bygdin framvegis full av fólki, so Ternan sigldi eykatúrar, til allir stevnugestirnir vóru fluttir trygt um fjørðin. Eisini vóru met nógvirbátar við bryggju í Nólsoy leygardagin, so fyriskipararnir vænta at met nógv fólk hava verið á stevnu í ár, verður sagt í tíðindaskrivi.

– Hóast talan eru eina stóra mongd av fólki, á lutfalsliga lítlum øki, hevur alt gingið uppá stás. Hetta er helst tí, at bygdafólkið hevur lagt nógv fyri, at taka ímóti stevnugestum. Øll tilbúgvingin var eisini klár, um okkurt skuldi hent.

– Hýrurin var góður í Nólsoy, veðrið var einastandandi gott allan dagin og náttina við. Fólk funnu saman á keiini, inni hjá nólsoyingum og í teimum nógvu bátunum, ið lógu við bryggju. Fyriskipararnir takka øllum, ið vóru við at seta góðan dám á stevnuna og gleða seg at bjóða aftur á ovastevnu í Nólsoy 11. til 13. august í 2023.

Myndir: Evi Toftegaard

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2022

23 Leygardagur 20. august 2022

Djórahandilin hevur skift eigara

Hjørdis Fríða Gregersen úr Syrðugøtu tekur við eftir Suna Berglind, sum hevur verið partur av Djórahandlinum seinastu 28 árini og eigari síðani 2013

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Eftir 28 ár sum partur av Djórahandlinum hevur Sune Berglind valt at bera stafettina víðari.

Soleiðis skrivar Djórahandilin/akvariubúðin á Facebook-síðu sínari í samband við eigaraskifti.

Sune Berglind hevur leingi verið partur av virkseminum, og hevur rikið Djórahandilin seinastu tíggju árini og stóð aftanfyri nógvar broytingar í 2013, tá millum annað nógv fleiri akvariir komu í handilin.

Tað er Hjørdis Fríða Gregersen úr Syrðugøtu, sum er nýggur eigari og skal reka Djórahandilin á Óðinshædd. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2022

24 Leygardagur 20. august 2022

Vágs Kommuna heiðraði Ingeborg og Jonhild

Eins og undanfarna ár á Ljósfest, valdi kommunan í ár at heiðra tveir vágbingar fyri teirra lívlanga arbeiði, sum hevur stuðlað undir felagsskapin, mentanina og samfelagið

(Mynd: Vágs kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarkvøldið á Ljósfestini heiðraði Vágs Kommuna tveir vágbingar fyri teirra lívlanga íkast til Vág.

Eins og undanfarna ár á Ljósfest, valdi kommunan í ár at heiðra tveir vágbingar fyri teirra lívlanga arbeiði, sum hevur stuðlað undir felagsskapin, mentanina og samfelagið. Í ár vórðu Ingeborg Vinther og Jonhild Kjærbo heiðraðar.

Í grundgevingunum stóð m.a.:

– Ingeborg Vinther er kend í almenna rúminum í Føroyum. Og mangan verður hon nevnd, tá vit tosa um sonevnd konubrot í Føroyum, og er hetta einamest orsakað av hennara arbeiði innan fakfelagsrørsluna í Føroyum.

– Jonhild Kjærbo er fødd í 1942, og er ein av eldsálunum í Vági, sum á so mongum økjum ótroyttilig hevur arbeitt, uttan at hugsa um egnan vinning. Á lívsleiðini hevur VB fylt nógv, og ger tað framvegis. Við sínum úthaldni hevur hon, saman við øðrum, ment Vágs Bóltfelag.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2022

25 Leygardagur 20. august 2022

730 børn byrjaðu í 1. flokki

Hetta eru 35 børn færri enn í fjør

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuni fóru umleið 730 børn í 1. flokkí fólkaskúlunum, sambært Hagstovuni.

Í fjør fóru 765 børn í fyrsta flokk í Føroyum. Harvið eru tað 35 færri, ið byrjað í ár í ár - talið er lækkað við næstan fimm prosentum.

Talan er í høvuðsheitinum um 2015-árgangin. Tað árið vóru 610 børn fødd í Føroyum. Ein lutfalsliga høg nettotilflyting ger, at talið av børnum, ið nú fara í 1. flokk, er so mikið høgt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2022

26 Leygardagur 20. august 2022

48 næmingar á ítróttaháskúla í Vági

24 dreingir og 24 gentur vera á heystskeiðinum á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy hesaferð

(Mynd: Suðurrás)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í vikuni byrjaði heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, og 48 spentir næmingar høvdu við avvarandi lagt leiðina til næmingaheimið hjá Ítróttaháskúlanum, har øll møttu fyrr í dag.

Suðurrás veit at siga, at kynsbýtið er javnt, so har eru 24 dreingir og 24 gentur, og talan er eins og undanfarin heystskeið um føroyingar burturav.

Sagt verður, at áhugin at sleppá á ítróttaháskúlan er stórur, og var játtan til tað, kundi næmingartalið lættliga verið tað tvífalda.

Heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum er 16 vikur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2022

27 Leygardagur 20. august 2022

SAS tryggjað sær 700 milliónir dollarar úr USA

Peningurin, sum SAS hevur fingið frá amerikanska Apollo Global Management, skal tryggja, at flogfelagið kann halda fram við virkseminum komandi mánaðirnar

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Skandinaviska flogfelagið SAS hevur tryggjað sær eitt lán á 700 milliónir dollarar frá amerikanska Apollo Global Management. Hendan upphæddin svarar til umleið 5,1 milliardir krónur.

Í juli boðaði SAS frá, at felagið hevði søkt um konkursverju í USA, so felagið kundi fráa frið at gera umfatandi broytingar í rakstrinum, sum m.a. umfata skerjingar í útreiðslum til starvsfólk og nýggja fígging. Endamálið er m.a. at spara 7,5 milliardir svenskar krónur um árið – 5,3 milliardir í okkara krónum.

Tær 700 milliónirnar, sum SAS nú hevur fingið, skal tryggja, at SAS kann halda fram við virkseminum og gjalda løn í níggju til 12 mánaðir, sum tilgongdin í USA væntandi fer at vara.

Nú kann SAS hugsavna seg fullkomiliga um at framskunda ætlanina SAS Forward, ein bjargingarætlan, sum varð løgd fram í februar, sigur formaðurin í felagnum.

Avtalan við Apollo Global Management skal góðkennast av dómstólinum í USA, har SAS hevur søkt um konkursverju. Hetta verður væntandi avgreitt miðskeiðis í september, boðar SAS frá sambært Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2022

28 Leygardagur 20. august 2022

Impartial á Wacken: - Kendist óveruligt

Fimm bleikir føroyingar í svørtum fingu eitt heilt serligt upplivilsi á heimsins størsta rokkfestivali

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var eitt stórt upplivilsi fyri menninar í føroyska tungmálmsbólkinum, Impartial, at sleppa at spæla á stóra týska rokk festivalinum, Wacken Open Air, nærhendis týska býnum Wacken í Schleswig-Holstein.

Talan er um ein av heimsins størstu festivalum av sínum slag. Impartial vann heiðurin at spæla á Wacken á eini kapping, ið varð hildin í koronaárinum 2020. Upprunaliga skuldi kappingin – tann seinasta av sínum slag í Føroyum – haldast í Sjónleikarhúsinum, men orsaka av tvørligu støðuni, sum var tá orsaka av smittuni, varð føroyska umboðið valt út frá upptøkum, sum luttakandi orkestrini sendu inn til fyriskiparan, felagsskapin Upp við Hornunum.

Impartial vórðu valdir at umboða Føroyar á Wacken Metal Battle. Men Wacken festivalurin varð avlýstur hetta árið, og aftur í 2021. So ikki fyrr enn í ár eydnaðist tað føroyska umboðnum at uppliva at standa framman fyri stóru og áhugaðu áhoyrarafjøldini í Wacken. Men hóast korona var av, so upplivdu limirnir í Impartial avbjóðingar – eitt nú við hitanum...

[object Object]

Sangarin í bólkinum, Jákup Ólavsson, hevur sent okkum hesa lýsingina av upplivilsinum:

Kendist óveruligt

Teir seinastu tveir dagarnar áðrenn Wacken vóru langir. Tað kendist óveruligt, at vit skuldu á pall longu mikudag.  
Svøvnur var ein býur í Kina næturnar frammanundan, tí nú var dreymur okkara næstan vorðin til veruleika. Wacken Metal Battle er jú eitt paradís fyri ein og hvønn málmsfjeppara.  

Mikumorgun 3. august. Dagurin vit høvdu bíðað eftir í tvey ár.  

Sólin bakaði oman og niðan, og tad var ikki útiverandi. Áleið 32-35 hitastig, og har stóðu vit, fimm bleikir føroyingar, og bíðaðu eftir okkara bussi, sum skuldi koyra okkum til backstage.

Tá vit høvdu bíðað í 20 minuttir, fingu at vita, at tey manglaðu bussar og vóru tí seinkaði...  

Vit stóðu tolnir og bíðaðu uttanfyri í áleið 1-2 tímar. Tá bussurin at enda kom fram, vóru tár næstan at síggja á kinnum okkara. Innkomnir í bussinum, varð “after sun” kastað runt og smurt á, og framførslan varð onnur raðfesting eitt lítið bil.  

[object Object]

Eitt dopamin tripp, sum vildi nakað!

Av tí at bussurin var seinkaður, mistu vit alla okkara tíð backstage at gera okkum klárar í, so vit vóru koyrdir beina leið á pallin – út aftur í hitabylgjuna, har vit síðan lótu okkum í okkara svørtu hamir. 

Eingin tíð var til yvirs, og aftanfyri gardinurnar stóðu túsindatals málmsfjepparar og bíðaðu. Nú var tað okkara túrur!  

[object Object]

Tað kendist sum at vera í Sahara. Eg var undir svíming eini fimm ferðir í gjøgnum konsertina, men hóast tað var strævið, var tann góða kenslan 10 ferðir so góð. At síggja eina so stóra fjøld flippa út var rørandi, men eisini eitt dopamin tripp sum vildi nakað! 

Tað gekk ómetaliga skjótt fyri seg. Áðrenn vit vistu av, var konsertin liðug.  

Takk fyri stuðulin

‘’Vit spældu á Wacken!!’’ varð rópt óteljandi ferðir aftaná. Lagið var gott og nú var bert eftir at njóta festivalin. Tá vinnarin var avdúkaður á seinasta degi, og avdúkað var, at vit ikki vóru í top 5, var lagið enn líka gott. 

Ein ómetaliga læruríkur túrur. Vit eru ómetaliga takksamir fyri at hava fingið møguleikan at uppliva okkara dreym.  Vit vilja senda eina heilsan til øll tykkum, ið valdu at stuðla okkum. Stóra takk fyri! Vit høvdu ikki komi langan veg uttan tykkara hjálp! 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2022

29 Leygardagur 20. august 2022

Japanski sendiharrin við til at seta filmsfestival í Kongshøll

Í vikuskiftinum verður filmsfestivalur, har sjey japanskir filmar - og ein føroyskur - verða sýndir. Filmsfestivalurin byrjar klokkan 13 í dag, tá Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum, og Manabu Miyagawa, japanskur sendiharri í Keypmannahavn, seta stevnuna

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag og í morgin verður spennandi og afturvendandi mentanartiltak á skránni, tá japanska sendistovan í Keypmannahavn bjóðar føroyingum at koma í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn at síggja japanskan film. Og ein føroyskan.

Talan er um ókeypis filmsfestival, ið byrjar klokkan 13 í dag, tá Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum, og Manabu Miyagawa, japanskur sendiharri í Keypmannahavn, fara at seta stevnuna.

Manabu Miyagawa hevur millum annað starvast ES og í London, Moskva og New York - í altjóða diplomatatisku skipanini.

Umframt filmarnar verða eisini japanskt saké og munnbitar at fáa bæði kvøldini eftir sýningarnar klokkan 19. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2022

30 Leygardagur 20. august 2022

Herborg, Tarira og Hamradun í Hørpu

Fleiri føroysk innsløg á Menningarnóttini í Reykjavík í dag

Herborg Torkilsdóttir (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Minst trý føroysk nøvn verða á skránni hjá mentanarhúsinum Hørpu á árligu menningarnóttini í Reykjavík í dag og í kvøld.

Ein teirra er føroyska songkvinnan Herborg Torkilsdóttir, sum spælir saman við orkestri sínum seinnapartin klokkan 16 í salinum, sum eitur Kaldalón.

Um Herborg skrivar Harpa á heimasíðuni m.a.:

Sangir hennara snúgva seg ofta um stuttligar gerandishendingar, sum lurtarin kennir og kann flenna eftir. Hóast tað bert eru eini trý ár síðani Herborg byrjaði at syngja og spæla, so hevur hon sungið seg í hjørtuni á flestu føroyingum. Hon hevur spælt á fleiri festivalum í summar.

[object Object]

Klokkan 16.45 fer kamarkórið Tarira á pallin, eisini í Kaldalón.

Um Tarira, skrivar heimasíðan hjá Hørpuni eitt nú:

Á skránni fyri íslandsferðina eru verk eftir fleiri av fremstu tónaskøldum Føroya, eitt nú Sunnleifi Rasmussen, Kára Bæk, Paula í Sandagerði, Tróndi Bogason, Unn Paturson og Anne Mette Greve Mlemensen umframt útlendskum tónaskøldum.

Bernharður Wilkinson, sum er kendur millum íslendingar, stjórnar kórinum.

[object Object]

Triðja føroyska innslagið er rokkbólkurin Hamradun, sum spælir klokkan 17.30 – eisini í Kaldalón.

Um Hamradun, skrivar Harpa:

Hamradun spælir smittandi tungrokk við rótum djúpt í gomlum føroyskum kvæðum og søgum, men eisini við íblástri frá norðurlendsku grannunum. Tónlistin byggir á fornar sagnir og søgur. Hamradun leggur seg eftir at tulka hesar søgur og kvæði í nýggjum ljóðbúna fyri á tann hátt at geva teimum nýtt lív.

Limirnir í Hamradun eru Pól Arni Holm, John Áki Egholm, Uni Debess, Heri Reynheim, Finnur Hansen og Rani Christiansen.

Tað er ókeypis atgongd til allar tríggjar føroysku konsertirnar í Hørpu leygardagin. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2022

31 Leygardagur 20. august 2022

Sigrun Gunnarsdóttir sýnir fram í Nuuk

Heitið á framsýningini er “Tað sum hjartað sær, gloymist ei / Uummatip takusani puigorneq ajorpai”

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Undir heitinum ”Tað sum hjartað sær, gloymist ei” letur listaframsýning upp í Nuuk Kunstmuseum týsdagin, har Sigrun Gunnarsdóttir sýnir fram 13 av sínum listaverkum.

Við íblástri úr føroysku og grønlensku náttúruni og fólkalívinum, er myndavavið sera fjølbroytt.

Í løtuni verður heimildarfilmurin ”Heartist” gjørdur um listakvinnuna, og er framsýningin í Nuuk ein liður í hesi verkætlan.

Tá framsýningin letur upp týsdagin klokkan 16, fer kenda songkvinnan Ivaana (Ivaana Kristiansen Olsen) at framføra.

Framsýningin er opin til og við 4. september.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2022

32 Leygardagur 20. august 2022

Søren Pape Poulsen fer eftir forsætisráðharrasessinum

– Tey konservativu hava ikki havt eitt forsætisráðharravalevni í nógv ár, men tíðin er komin nú, sigur formaðurin í konservativa flokkinum í Danmark

Søren Pape Poulsen sigur, at hann fegin vil gera samstarv tvørtur um miðjuna, men hann sær seg ikki sita í stjórn saman við Mette Frederiksen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Formaðurin í konservativa flokkinum í Danmark, Søren Pape Poulsen, fer eftir forsætisráðharrasessinum eftir næsta fólkatingsval.

Tað boðaði hann frá á tíðindafundi mánamorgunin.

Sostatt gerst hann tað næsta forsætisráðharravalevnið hjá bláa blokki. Hitt er Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Venstre.

Søren Pape Poulsen sigur, at hann heldur seg vera skikkaðan til at røkja embætið, og fær fólkatingið ein borgarligan meiriluta eftir valið, fer hann eftir forsætisráðharrasessinum, og so mugu hann og Jakob Ellemann-Jensen síggja, hvat tað endar við, sigur hann.

– Eg haldi, at eg havi tað, sum krevst, og at eg eri tann besti til at átaka mær arbeiðið. Tey konservativu hava ikki havt eitt forsætisráðharravalevni í nógv ár, men tíðin er komin nú.

Hann leggur afturat, at tað er natúrligt, at Venstre, sum er ein stórur flokkur, stillar upp við einum forsætisráðharravalevni, men sum nú er, kann nógv henda, og tí bjóðar hann seg eisini fram.

Søren Pape Poulsen heldur, at tað er tíð til, at Danmark fær ein nýggjan forsætisráðharra, og vónar hann, at tað verður ein borgarlig stjórn, sum fer at sita eftir næsta val.

Næsta fólkatingsval skal í seinasta lagi vera fyrst í juni mánað næsta ár, men fyrst í juli mánað, eftir at frágreiðingin hjá Minkanevndini varð almannakunngjørd, segði forkvinnan í radikala vinstraflokkinum, Sofie Carsten Nielsen, at Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna átti at útskriva val áðrenn tingið kemur saman aftur 4. oktober. Tað hevur hon tó ongar ætlanir um, hevur Metta Frederiksen síðan sagt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2022

33 Leygardagur 20. august 2022

– Tvey skikkað valevni er sera gott

Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Venstre sigur, at hann heldur vinstra er best skikkað at standa á odda fyri einari stjórn, men kortini er tað gott, at blái blokkur nú hevur tvey skikkað valevni

Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Vit eru nøkur, sum leingi høvdu roknað við hesum, og nú er tað alment. Nú eru vit tvey sera skikkað valevni. Tað, haldi eg vera sera gott.

Soleiðis sigur Jakob Ellemann-Jensen, formaður og forsætisráðharravalevni í danska vinstraflokkinum, eftir at Søren Pape Poulsen, formaður í konservativa flokkinum hevur boðað frá, at hann eisini bjóðar seg fram sum stjórnarleiðara eftir valið.

Vinstraformaðurin sigur, sambært Jyllands-Posten, at hann heldur Venstre er best skikkað at standa á odda fyri einari stjórn, og tí bjóðaði hann seg fram sum forsætisráðharravalevni. Søren Pape Poulsen hugsar helst tað sama um sín egna flokk, sigur hann og leggur afturat, at hann ikki sær fráboðanina í dag sum eina atfinning móti hansara egna leiðsluhátti.

Hvør skal enda við leiðsluni eftir næsta fólkatingsval er upp til veljaran, sigur hann. Fólkatingsval skal verða í seinasta lagi fyrst í juni mánað næsta ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2022

34 Leygardagur 20. august 2022

Nógv fleiri vilja hava Pape Poulsen sum forsætisráðharra enn Ellemann-Jensen

Hetta vísur ein nýggj kanning, ið Megafon hevur gjørt fyri TV2 og Politiken. Munurin er 30 prosent. Yvir helmingurin av veljarunum hjá vinstraflokkinum peika á Pape

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mánadagin kunngjørdi formaðurin hjá konservativa fólkaflokkinum í Danmark, at hann fer eftir sessinum sum forsætisráðharri í Danmark, og vil savna borgarliga vongin um millum annað tað.

Ein nýggj veljarakanning, ið Megafon hevur gjørt fyri TV2 og Politiken, gevur ábendingar um, at møguleikin fyri hesum er góður.

Yvir helmingurin av teimum spurdu - 53 prosent - siga seg ynskja Søren Pape Poulsen, um valið stóð ímillum hann og hitt stóra borgarliga evni til sessin, Jakob Ellemann-Jensen. 24 prosent eru í løtuni í iva, og bert 23 prosent peika á formanninum í vinstraflokkinum.

Ellemann-Jensen sær heldur ikki út til at hava nógva undirtøka sum forsætisráðharri millum egnar veljarar. Nýggja kanningin hevur gjørt upp millum veljarar hjá einstøku flokkunum. Har sæst, at bert ein triðingur av teimum spurdu, ið valdu Venstre í 2019, ynskja Jakob Ellemann-Jensen, um valið stendur millum hann og Søren Pape Poulsen, ið 54 prosent peikaðu á.

Beint yvir 2.000 fólk hava svarað spurnarkanningini.

Eitt fólkatingsval í Danmark nærkast. Tað verður møguliga útskrivað í ár og skal í seinasta lagi vera hildið 4. juni 2023.

Søren Pape Poulsen hevur alt valskeiðið staðið seg best av floksformonnunum í sonevndu trúvirðiskanningum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2022

35 Leygardagur 20. august 2022

Estland letur aftur fyri russiskum ríkisborgarum

Frá 18. august gjørdist tað við nøkrum undantøkum bannað russiskum ríkisborgarum at ferðast til grannalandið Estland

Urmas Reinsalu, uttanríkismálaráðharri í Estlandi sigur, at talið á russum, sum er farnir til ella gjøgnum Estland er økt munandi seinastu tíðina (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Estland, ið er granni hjá Russlandi, boðaði hósdagin í farnu viku frá, at tað nú verður bannað flestu russiskum ríkisborgarum at ferðast inn í Estland við visa frá estisku myndugleikunum.

Hendan avgerðin, sum gjørdist galdandi frá 18. august, kemur í kjalarvørrinum á einum tíðarskeiði, har nógv trýst hevur verið við markið millum londini.

Urmas Reinsalu, uttanríkisráðharri í Estlandi sigur, at talið á russum, sum er farnir til ella gjøgnum Estland er økt munandi seinastu tíðina.

Undantøk verða gjørd fyri ávísar borgarar, men innferðarforboðið rakar kortini russar, sum skulu arbeiða, lesa ella ferðast í arbeiðsørindum.

ES, sum Estland er limur í, hevur júst samtykt sjeynda sonevnda revsipakkan við revsitiltøkum móti Russlandi, men innferðarforboð er tó ikki partur av teimum.

Í vikuni segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at evropeisk lond eiga at gera júst hetta, men ES-nevndin sigur seg ivast í, um tað fer at bera til at seta eitt slíkt forboð í verk, skrivar Ritzau.

Millum annað heldur nevndin, at tað altíð skal bera til hjá russiskum ríkisborgarum, sum hava familju í ES, at fáa visum. Eisini um talan er um journalistar ella fólk, sum eru atfinningarsom yvirfyri russisku stjórnini.

Avgerðin hjá estisku stjórnini rakar ikki russar, sum hava visum úr einum øðrum ES-landi, og lesandi, sum longu eru í landinum, sleppa at verða verandi og gera teirra útbúgving lidna. M.a. sendifólk, fólk sum ferðast við einum humaniterum máli, og tey, sum hava familju, fara eisini framvegis at kunna sleppa til Estlands úr Russlandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2022

36 Leygardagur 20. august 2022

Nasa fer undir mánaferðir aftur

Artemis-ætlanin skal føra fólk út aftur á mánan – tað er skjótt 50 ár síðan seinastu mannaðu mánalendingina

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

7. desember í ár eru liðin hálvthundrað ár síðan amerikanska flaggið seinast varð reist á mánanum.

Men nú hendir tað skjótt aftur. Í gjár varð ein risastór rakett hjá Nasa rullað út á útskjótingarpallin á Kennedy Space Center í Florida. Rakettin, sum í fyrsta umfarið verður ómannað, skal sendast út í rúmdina 29. august.

Hóast ongir astronautar vera við á hesum sinni, so er tó ætlanin, at fólk skjótt aftur skulu sendast upp á mánan.

Tað var Apollo-verkætlanin, sum seinast førdi Nasa upp á mánan. Apollo 11 var tann fyrsta í 1969, meðan Apollo 17 var tann seinasta í 1972. Nýggja verkætlanin eitur Artemis. Navnið er serligt, tí Artemis í griksku gudalæruni var tvíburasystir Apollos, og hon var mánagudinna.

- Til øll okkum, ið hyggja upp á mánan og droyma um tann dagin, tá mannaættin vendir aftur til mánan – tit, nú eru vit her! Vit fara aftur. Og ferðin byrjar við Artemis 1, segði stjórin í Nasa, Bill Nelson tá rakettin í vikuni varð víst fram, skrivar dr.dk.

Í 2023 verður Artemis 2 send út við fólkum umborð, men fyrsta mánalendingin verður við Artemis 3 í 2025, segði Nasa-stjórin.

Ætlanirnar røkka tó víðari. Tað er ætlanin at kunna flúgva út á mars í 2030’unum ella stutt eftir tað, skrivar dr.dk. 

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object]
(Mynd: EPA)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2022

37 Leygardagur 20. august 2022

Líkið av hermanni funnið aftur eftir 38 árum

Nógv herfólk eru deyð í umstrídda Siachen jøklinum millum India og Pakistan

Siachen-jøkulin liggur í fjallalendinum norðan fyri India (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Líkið av einum indiskum hermanni, ið hvarv í Himalaya fjøllunum fyri 38 árum síðani, er nú funnið.

Chandrashekhar Harbola og 19 aðrir felagar vórðu tiknir í einum skalvalopi á eini vaktarferð á Siachen jøklinum á markinum millum India og Pakistan í 1984.

Fimtan lík vórðu funnin, meðan einki sást til tey seinastu fimm, skrivar BBC.

Siachen er heimsins hægst liggjandi vígvøllur, og tað er ikki óvanligt, at herfólk doyggja í stormum og skalvalopum.

Herdeildin, sum fann líkið av Harbola, fann eisini eitt annað lík, men hetta er ikki eyðmerkt enn, skrivar PTI-tíðindastovan, sambært BBC.

Familjan hjá Harbola, sum býr í Haldwani økinum í Himalaya-stadinum Uttarakhand, fegnast nú um, at henda søgan nú fær ein enda. Skipað er fyri hernaðarligari jarðarferð fyri Harbola í heimbygdini.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at lík av herfólkum verður funnið eftir fleiri áratíggjur. Í 2014 varð líkið av Kukaram V Patil funnið, 21 ár eftir at hann hvarv í jøklunum.

Siachen hevur verið eitt umstrítt øki millum India og Pakistan. Royndir hava verið gjørdar at avvápna økið, men higartil uttan úrslit.

Veruligt stríð var millum bæði londini um jøkulin eitt skifti í 1984, og enn tann dag í dag halda herdeildir til í hesum óblíða øki, skrivar BBC.

Minst 129 herfólk úr Pakistan doyðu í 2012 í einum skalvalopi. Hendingin førdi til royndir at fáa londini at taka herfólkini aftur úr økinum, men tað eydnaðist ikki.

Minst 10 indisk herfólk doyðu í einum lopi í 2016 og fýra onnur í 2019 í eini líknandi vanlukku, skrivar BBC. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2022

38 Leygardagur 20. august 2022

Mánasjúkuvørur nú ókeypis í Skotlandi

Sambært lógini, sum varð samtykt í 2020 og kom í gildi mánadagin, er krav, at bind og tampongir skulu vera tøk á almennum støðum hjá øllum, sum hava tørv á hesum vørum

(Mynd: Visualhunt)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í Skotlandi eru bind og tampongir nú ókeypis hjá teimum, ið hava tørv á teimum.

Tað var í 2020, at Skotland, sum fyrsta landið í heiminum, samtykti eina lóg, sum m.a. krevur, at skúlar og almenn støð skulu veita mánasjúkuvørur til øll, sum hava tørv á teimum.

Hetta var longu galdandi á skúlum, men við nýggju lógini verður hetta eisini galdandi fyri onnur almenn støð.

Endamálið við lógini er m.a. at gera ein enda á sonevndum "mánasjúkufátækradømi", har kvinnur og gentur ikki hava ráð at keypa neyðugu vørurnar, sum hjálpa teimum at halda reinførið í sambandi við mánasjúku.

Skotska fyrstaráðkvinnan, Nicola Sturgeon sigur, at tað var uppá tíðina, at ein slík lóg er komin í gildi.

– Errin av at hava atkvøtt fyri fyrstu slóðbrótandi lóggávuni, sum ger Skotland til fyrsta landið í heiminum at bjóða ókeypis reinførisvørur til øll, sum hava tørv á teimum, segði hon í dagføring á Twitter.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2022

39 Leygardagur 20. august 2022

Amerikanska umboðsmannatingið samtykt veðurlagslóg

  Nú restar bert  undirskriftin hjá Joe Biden, forseta til, at størsta veðurlags- og orkulóg í amerikanskari søgu er samtykt

Amerikanska umboðsmannatingið hevur samtykt veðurlags- og orkulóggávu, sum skal leggja USA á odda í stríðnum ímóti veðurlagsbroytingum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Fríggjadagin í farnu viku samtykti amerikanska umboðsmannatingið uppskotið til eina umfevnandi veðurlags- og orkulóg, sum eisini fevnir um heilsu- og skattaøkið.

Frammanundan hevði senatið við minst møguliga meiriluta samtykt uppskotið frá demokratiska flokkinum við 51 atkvøðum ímóti 50. Atkvøðan hjá varaforsetanum var tungan á vágskálini.

Talan er um størstu veðurlags- og orkulóggávuna nakrantíð í amerikanskari søgu, sum m.a. hevur til endamál at skunda undir grøna orkuskiftið í USA, sum er tað landið í heiminum, sum stendur fyri tí størsta útlátinum av CO2. 

[object Object]Pelosi, forkvinna í umboðsmannatinginum, eftir at demokratiskur lógarpakki um veðurlag, orku, heilsu og skatt er samtykt

USA valdi undir táverandi forsetanum Obama at taka undir við Paris-avtaluni um at tryggja eitt 1,5 stig hitamark, men tá Donald Trump tók við í 2016, tók hann av avgerðina. Síðani hevur Joe Biden arbeitt fyri at venda gongdini og við seinasta lógarpakkanum í Kongressini hevur hann vent gongdini, hóast hann ikki hevur fingið alt tað við í lógina, sum hann ynskti. 

Nú umboðsmannatingið hevur samtykt lógarpakkan, verður tað mett at vera eitt risafest á leiðini at minka um  negativu avleiðingarnar av m.a. CO 2 útláti. 

Lógarpakkin, sum er samtyktur verður nevndur “The Inflation Reduction Act”, sum fyrst og fremst hevur til endamál at minka um inflatiónina, ið hevur sett met og er við at seta kílar í amerikanska búskapin. Við lógini, sum m.a. fevnir um 369 milliardir dollarar til veðurlagsbroytingar og reinari grøna orku, skal USA leggja seg á odda í royndunum at forða útlátinum.

USA hevur sett sær sum mál at minka um útlátið við 40 prosentum í 2030. Hetta er tó væl minni, enn Joe Biden ætlaði upprunaliga. Men fyri at fáa lógina samtykta varð neyðugt at ganga krøvum hjá tveimum demokratiskum kongresslimum á møti. Hesir ynsktu at avmarka  íløgurnar í grøna orkuskiftið og tryggja, at olju- og gassvinnan eisini kundu vera partur av orkumixinum, tvs. at hesar vinnur kunnu gerast partur av grøna orkuskiftinum. 

Nýggja lóggávan snýr seg í stóran mun um at gera tað lættari og bíligari at gera íløgur í grønar orkuloysnir sum so vind og sól eins og í elbilar og jarðhita. Nógvar av milliardunum skulu brúkast til menning av hesum orkukeldunum og til at gera tað lættari hjá amerikanarum at útvega sær grønar loysnir. 

Til tess at fáa lógina ígjøgnum hava atlit verið tikin til amerikonsku olju- og gassvinnuna, sum sjálv metir seg at vera ein partur av loysnini og ikki trupulleikin. Tað vísir seg, at olju- og gassvinnan í fleiri førum gongur á odda at fremja grønar loysnir, og tí er týdningarmikið at olju- og gassfeløg arbeiða tætt saman við teimum, sum ynskja grønar loysnir. 

Sí niðanfyri leinkjur til orkukjakið. Sending í BBC, har nýggja lógin eins og grøna orkuskiftið sum heild verður umrøtt eins og grein í Washington Post um seinastu hendingarnar á økinum. 

Keldur:

Útvarpsinnslag á BBC

Washington Post


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2022

40 Leygardagur 20. august 2022

Noreg og Týskland menna orkusamstarvið

Skulu menna samstarvið innan vetni, fangan og goymslu av CO2, havvindi og battaríframleiðslu

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta sigur norski forætisráðharrin Jonas Gahr Støre eftir ein fund við týska kanslaran Olaf Scholz. Teir báðir møttust í Noregi í vikuni fyri at umrøða stóru avbjóðingarnar, sum Evropa hevur at stríðast við. 

Millum málini teir umrøddu var kríggið í Ukraina, grøna orkuskiftið, orka og evropeiskt samstarv. 

Tey bæði londini hava samstarvað leingi á orkuøkinum og er framtíðar samstarv innan vetni, fangan og goymslu av CO2, havvind og framleiðslu av battaríum framtíðar og langsiktaða loysnin fyri tær orku- og veðurlagsavbjóðinr, sum Evropa hevur sigur Støre sambært E24. 

- Noreg hevur góðar fyritreytir fyri at gera framstig innan grøna virðisøking, serstakliga orsakað av týðandi tilfeingi og royndum og vitan innan orku og  frálandsvinnu, sum eru týðandi øki fyri grøna orkuskiftið í ES sigur Støre. 

- Týskland er mest týðandi samstarvspartnarin hjá Noregi í Evropa. Vit samstarva um at finna bestu loysnirnar í sambandi við Ukraina, og vit menna orkusamstarvið innan varandi orku. Gjøgnum samstarv kunnu vit røkka felags málum um grøna ídnaðarmenning og lægri útlát sigur Støre. 

Síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina hevur Noreg økt um sín orkuútflutning til eitt nú Týskland, her fyrst og fremst gass. Søre lovaði á fundinum, at landið vil halda fram við at veita Týsklandi gass. Landið hevur alstóran týdning fyri búskapirnar í øllum Evropa og vesturheiminum við. 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2022

41 Leygardagur 20. august 2022

Dreymurin gjørdist veruleiki - Knút og Kári vunnu NM

Føroya hava á fyrsta sinnið vunnið NM kappingina í gonguløgum. Hetta gjørdist veruleiki, tá Knút Lützen á Kára frá Ásbrá, vann sanførandi í greinini GDB Gæðingakeppni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað var ein ovurfegin føroyskur hópur sum kundi fegnast á Álandi, um at Føroyar á fyrsta sinnið hevur fingið ein norðurlendskan meistara. Hetta hendi nú Knút Lützen og hestur hansara Kári frá Ásbrá, vundu burtur úr mótstøðuni og á degnum vunnu ein tryggan sigur fyri Føroyar.

Knút Lützen er kendur millum reiðfólk her á landið sum ein sera nærlagdur reiðmaður. Seinasti árini hevur hann vant miðvíst til hesa kappingina. Korona hevur forðað kappingini seinastu árini, men hetta forðraði ikki dreyminum hjá Knúti - tað útsetti hann bara nakað, tí dreymurin var at vinna NM fyri Føroyar og tað er nú eyðnast.

Tað var tó ikki uttan stríð at Føroyar fingu sín fyrsta sigur á NM nakrantíð – Innleiðandi dagurin hjá Knút og Kára royndist ikki so væl, og teir endaðu í sokallaðari B finalu, har bara ein lutakari kann vinna seg í sjálva A finaluna.

Men Knút og Kári gjørdu bart í B finaluni, vunnu rættiliga trygt á stórum altjóða nøvnum, og so var líkasum um, at vónin um nakað stórt var í væntu, byrjaði at spíra. Aftaná tað hugdu teir ikki afturum seg aftur, og sunnudagin vunnu teir so rættiliga trygt í A finaluni.

At tað skuldi koma til hetta skuldi tó als ikki borið til, tí í Føroyum er eingin breyt til greinina sum Knút nú hevur vunnið NM steypið í. Hetta minnir eitt sindur um Pippi, sum segði at hetta havi eg ongantíð roynt fyrr, so hetta dugið eg heilt sikkurt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2022

42 Leygardagur 20. august 2022

- Hetta er ein av teimum størstu løtunum nakrantíð fyri føroyska ríðing

Norðurlandameistarin, Knút Lützen, og hini føroysku reiðfólkini vórðu mikukvøldið heiðrað í Tølthøllini hjá Føroyskt Íslandsrossafelag í Havnardali

(Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Hetta er ein av teimum størstu løtunum nakrantíð fyri føroyska ríðing, ið vit nú eru komin saman at heiðra. Farna vikan við norðurlandsmeistarakappingini í Álandi verður seint gloymd. Og eisini verður seint gloymt avrikið og bragdið hjá tykkum øllum.

Soleiðis segði Heðin Mortensen tíðliga í røðuni, ið borgarstjórin í Tórshavnar kommunu helt í Tølthøllini hjá Føroyskt Íslandsrossafelag í Havnardali í hóskvøldið. 

Har var stórfingin móttøka fyri norðurlandameistaranum Knút Lützen og hesti hansara, Kára frá Ásbrú, og fyri hinum føroysku reiðfólkunum, ið fingu góð úrslit í Álandi í síðstu viku.

[object Object]

At eitt føroyskt ítróttarfólk stendur ovast á sigurspallinum eftir kapping við onnur úr Norðurlondum er ikki vanligt, og avrikið stendur als ikki veikari, tá tað veðrur tikið við, at umstøðurnar at fyrireika seg als ikki eru tær best hóskandi: 

- Tað er ikki sørt, at eitt sindur av Landskrona-stemningi hongur við, nú hetta søguliga NM-heitið er fingið til høldar. Í 1990 fóru Føroyar upp í altjóða fótbólt uttan at hava ein grasvøll, men vunnu kortini á Eysturrík í fyrsta dystinum. Sjálvur hevur tú, Knút, samanborið tína støðu við Pál Joensen, ið vandi í 25 metra hyli, men kortini vann í 50 metra hyljum. Tit reiðfólk eiga ikki nakra breyt, ið kann samanberast við hana, tit nú hava kappast á í Álandi, og tað vísir, hvussu stórt avrikið er.

- Vónandi kunnu vit í Tórshavnar býráð rætta tykkum eina hjálpandi hond, so tit innan alt ov langa tíð hava eina nýggja breyt og nýggjar umstøður, sum Tórshavnar kommuna hevur stuðlað við. Okkara uppgáva er at skapa karmarnar, og við tí ídni, tit í Føroyskum Íslandsrossafelag vísa, skulu tit nokk megna at fylla karmarnar væl út.

[object Object]



[object Object]
Myndir: torshavn.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2022

43 Leygardagur 20. august 2022

NSÍ stríddi seg til eitt týdningarmikið stig

Javnleikur 1-1 millum B36 og NSÍ á Ovara vølli mikukvøldið. Á Skála vann Víkingur 3-1

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

B36 og NSÍ fingu hvør sítt mál í fyrra hálvleiki, og fleiri komu ikki. Runavíkingar, sum stríðast í niðurflytingarstríðnum, stríddust væl á vøllinum í kvøld, men í fleiri førum var B36 við at leggja seg á odda og fara avstað við øllum.

Málið kom bara ikki, og runavíkingar kunnu tí fara um Skálafjørðin aftur við einum týdningarmiklum stigi. NSÍ er framvegis á níggjunda plássið og liggur til niðurflyting, men stigið kann gerast týdningarmikið í botnstríðnum.

B36 stríðist um fjórða plássið við EB/Streym, og spælir móti júst sundalagsmonnum sunnudagin.

[object Object](Mynd: Víkingur)

Á Skála var Víkingur á vitjan. Felagsliðið í Gøtu og Leirvík vann 3-1 á skálamonnum, sum liggja á aftasta plássið í deildini.

Her hendi tað óvanliga, at faðir og sonur spældu saman teir síðstu minuttirnar av dystinum.

Víkingur skrivar soleiðis um dystin:

3-1 sigurin á Skála undir Mýruhjalla í kvøld bleiv ein søguligur dystur fyri Víking, tí fyri fyrstu ferð í søgu felagsins spældu pápi og sonur inni í senn fyri besta mansliði. Hetta hendi eftir góðar 80 minuttir, tá ið Árni Nóa Atlason bleiv skiftur inn á vøllin.

Árni Nóa er sonur Víkinga legenduna og liðskiparan Atla Gregersen, sum spældi allan dystin í miðverjuni. Minnilig og stuttlig løta fyri felagið og ikki minst fyri feðgarnir sjálvar. Vónandi koma vit at síggja nógv afturat til Árna og vit vóna sjálvandi eisini, at Atli og Árni fáa nógvar dystir afturat saman... - framtíðin sær spennandi út!

B36 - NSÍ 1-1 (1-1)
29’ Martin Agnarsson 1-0
36’ Betuel Hansen 1-1

Skála - Víkingur 1-3 (0-3)
4’ Sølvi Vatnhamar 0-1
30’ Martin Klein Joensen 0-2
34’ Sølvi Vatnhamar 0-3
61’ Uros Stojanov 1-3

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 49 stig (17 dystir)
2. Víkingur 43 stig (18 dystir)
3. HB 37 stig (18 dystir)
4. B36 26 stig (17 dystir)
5. EB/Streymur 24 stig (18 dystir)
6. 07 Vestur 18 stig (18 dystir)
7. B68 17 stig (18 dystir)
8. AB 17 stig (18 dystir)
9. NSÍ 16 stig (18 dystir)
10. Skála 8 stig (18 dystir)

Dystir hetta vikuskiftið

Allir dystirnir verða spældir sunnudagin kl. 15:
EB/Streymur - B36
AB - NSÍ
HB - Skála
KÍ - 07Vestur
Víkingur - B68

Sverri Egholm tók myndirnar í Gundadali:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2022

44 Leygardagur 20. august 2022

B68 vann seg upp úr botninum: NSÍ kós móti niðurflyting

Framvegis øgiligur spenningur í niðurflytingarstríðnum. Nú B68 vann móti 07 Vestur farna vikuskifti, kom NSÍ at liggja undir niðurflytingarstrikuni

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Spenningurin í botninum er øgiligur, og hann er ikki minni eftir sigurin hjá B68 sunnudagin á 07 Vestur, sum eisini stríðist fyri at yvirliva í deildini, har tað er stuttligt at vera.

Tað var annars 07 Vestur, sum legði seg á odda 2-0 tíðliga í dystinum, men so fór málmaskinan hjá toftamonnum í gongd. Í undanfarnu viku vann B68 7-2 móti Skála, og sunnudagin vunnu toftamenn 6-2 móti 07 Vestur.

Trý sera umráðandi stig í niðurflytingarstríðnum, og tey telja nógv tá tey verða vunnin móti nærmastu kappingarneytunum.

Við Margáir í Streymnesi var HB á vitjan hjá EB/Streymi. HB vann 4-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-0.

Oddaliðið KÍ vann 2-0 á Argjum, men tað var ikki uttan mótstøðu frá AB, sum roynir at fóta sær eftir venjaraskifti og nógv spælaraskifti í summar. KÍ hevur nú 49 stig, og er níggju stig frammanfyri Víking á øðrum plássið.

Ein dystur varð leiktur í bestu deildini fríggjadagin. Tað var útsetti dysturin millum B36 og Skála, sum havnarmenn vunnu uttan tað stóra hóvastákið 5-1. B36 lyfti seg við sigrinum upp á fjórða plássið og harvið evropaplássið aftur.

EB/Streymur - HB 1-4 (0-2)
45’ Daniel Johansen 0-1 (br.)
45’ Adrian Justinussen 0-2
56’ Pætur Petersen 0-3
67’ Elias El Moustage 1-3
75’ Pætur Petersen 1-4

07 Vestur - B68 2-6 (2-1)
6’ Mads Borchers 1-0
33’ Mads Morchers 2-0
39’ Boubacar Dabo 2-1
47 Boubacar Dabo 2-2
67’ Boubacar Dabo 2-3
70’ Mohamed Samba 2-4
86’ Steffan Løkin 2-5
90’ Mohamed Samba 2-6

AB - KÍ 0-2 (0-1)
42’ Jóannes Bjartalíð 0-1
56’ Valerijs Sabala 0-2

B36 - Skála 5-1 (4-0)
16’ Michal Przybylski 1-0
24’ Magnus Jacobsen 2-0
29’ Magnus Jacobsen 3-0 (br.)
37’ Michal Przybylski 4-0
76’ Mattias Hellisdal 5-0
88’ Uros Stojanov 5-1 (br.)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2022

45 Leygardagur 20. august 2022

Góvu Íslandi dygga mótstøðu

U15-landsliðið við gentum tapti báðar venjingardystirnar móti U16-landsliðnum hjá Íslandi. Men talan var um tveir tættar dystir, hóast úrslitini vóru 5-1 og 5-2 til Ísland

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

– Tað er einki at ivast. í, at vit hava fingið nógv burturúr, og tað er nógv, sum okkara gentur kunnu taka við sær eftir sovorðnar uppgávur. Í avgerandi løtum eru vit kanska ikki nóg neyvar, og tað er millum annað tað, ið vit kunnu læru í hesum dystunum, sigur Sigtór Petersen, ið er høvuðsvenjari hjá U15-landsliðnum við gentum.

Sum liður í fyrireikingunum til Baltic Cup 2022, sum verður í Lettlandi í komandi viku, hava U15-genturnar spælt tveir venjingardystir móti Íslandi.

Týsdagin hittust liðini á Svangaskarði á Toftum, og tá gjørdist úrslitið 5-1 til Ísland. Føroyska málið skoraði Ró Reginsdóttir, tá hon tók íslendsku verjuna á bóli og takklaði bóltin í málið. Eitt gott mál, sum vísti stríðsviljan hjá okkara gentum.

Seinni dysturin bleiv spældur á Tórsvølli hósdagin, og hesaferð var talan um ein heldur javnari dyst, sjálvt um úrslitið gjørdist 5-2 til Ísland. Um miðan seinna hálvleik kom veruligur spenngur í dystin, eftir at Ísland var komið á odda við trimum. Fyrst minkaði Eydna Olsen Dalheim til 3-1 við brotssparki, og bara ein minutt aftaná skoraði Kára Sigurðsson til 3-2.

Okkara gentur løgdu nú nógv fyri í strembanini eftir at fáa útjavnandi málið, men nærri komu tær tíverri ikki.

– Tað, sum serliga eyðkennir hendan árgangin er, at sjálvt um tað onkuntíð gongur ímóti og úrslitini ikki eru við okkum, so leggja tær altíð nógv fyri, og vísa altíð ein framúr arbeiðsinnsats. Tað gevur okkum góðar vónir til Baltic Cup, sigur Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2022

46 Leygardagur 20. august 2022

U19: Hesar 20 eru boðsendar til dystirnar móti Estlandi

Føroyska U19-fótbóltslandsliðið við kvinnum spælir fyrst í september tveir vinardystir á heimavølli

Malena Olsen úr KÍ, her í dysti móti Norðurírlandi fyrr í ár, er ein av teimum tjúgu, sum er úttikin til heimadystirnar móti Estlandi (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrri dysturin verður hóskvøldið 1. september, tá Føroyar taka móti estlendingum í Hólmanum á Eiði og tveir dagar seinni, leygardagin 3. september, hittast liðini á Tórsvølli.

Vinardystirnir eru liður í fyrireikingunum hjá U19 landsliðnum til EM undankappingina, sum verður í Litava í november, skrivar fsf.fo.

Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari, hevur nú úttikið 20 spælarar, harímillum málverjan Jóhonnu Wang Jacobsen og verjuspælaran Báru Jansdóttir - sum báðar úr frá 07 Vestur og nýggjar í landsliðshøpi.

Harumframt eru fleiri yngri leikarar, sum annars gera seg galdandi á U17 landsliðnum, eisini úttiknar til hesar báðar vinardystirnar.

Hópurin til dystirnar móti Estlandi sær soleiðis út:
Anna Katrina Mikkelsen, AaB
Kristina D. Gásdal, 07 Vestur
Jóhanna W. Jacobsen, 07 Vestur
Bára Jansdóttir, 07 Vestur
Lisa Haraldsen, 07 Vestur
Jasmin M. Darvishi, B36
Ester Ellingsgaard, B36
Marita Lisberg, EBS/Skála
Sarita Petersen, EBS/Skála
Noomi Hansen, EBS/Skála
Lea Tórarenni, HB
Astrid Mittfoss, HB
Malena Olsen, KÍ
Lóa Samuelsen, KÍ
Maria V. Johansen, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Jórun Najma Patawary, KÍ
Jonnhild Sondum, NSÍ
Rakul Sørensen, Víkingur
Gunnvá Lützen, Vildbjerg

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2022

47 Leygardagur 20. august 2022

KÍ tapti stórt

Meistararnir í fjør royna seg í Champions League undankapping á Kýpros

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Besta kvinnuliðið hjá KÍ er í hesum døgum í Kýpros, har tær spæla undanbólkaspæl í Champions League. 

Fyrri dysturin varð leiktur hósdagin móti sveisisku meistarunum FC Zürich Frauen, og har var ikki nógv at gera hjá føroysku meistarunum.

KÍ tapti 6-0 og hálvleiksstøðan var 3-0.

Sunnudagin verður spælt aftur, og tá er meistaraliðið úr Litava, SFK Riga, mótstøðulið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2022

48 Leygardagur 20. august 2022

Óli Mittún besti leikari í kappingini

Stórur heiður til Óla Mittún sum gjørdist MVP í U18 EM-endaspælinum

(Mynd: EHF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

U18 EM-endaspælið í Montenegro er av, og bestu leikarar á ymsu plássunum vórðu kosnir sunnudagin.

Stóra føroyska stjørnuskotið Óli Mittún fekk stóran heiður. Hann var kosin MVP - most valueble player í kappingini. Tað vil siga besti leikari í kappingini, umframt at hann gjørdist toppskjútti í kappingini við 80 málum. Tað hendir sjáldan, fyri ikki at siga ongantíð, at leikari á einum liði, sum ikki er millum átta tey bestu, verður kosin mest virðismikli spælari í allari kappingini.

Spania vann finaluna 34-32 móti Svøríki. Føroyar vóru netupp í bólki saman við hesum báðum liðum. Føroyar taptu 32-29 fyri Svøríki og 35-25 fyri Spania.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2022

49 Leygardagur 20. august 2022

Útlendskur styrkur til Neistakvinnur

Vongur úr Grønlandi og málverji úr Ungarn vera við í SMS hópinum í ár – eisini er royndur leikari aftur eftir barnsburð

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Besta kvinnuliðið hjá Neistanum fær útlendskan styrk, tá hondbóltskappingin byrjar aftur.

Talan er um ein vinstrahentan landsliðsvong úr Grønlandi og ein royndan málverja úr Ungarn.

Nuunu M. Lukassen er partur av grønlendska landsliðnum. Hon er 22 ár, uppvaksin í Ilulissat, men hevur seinastu tvey árini búð í Nuuk. Í 2020 var Nuunu í Danmark og spældi við Nykøbing Falster í 2. division, har hon eisini fekk møguleika at venja við NFH liga-liðnum nakrar ferðir, skrivar Neistin á Facebook.

Bernadett Leiner, kallað Betti, er úr Ungarn, er málverji og 23 ára gomul. Uppvaksin í Oksu, spældi ungdómsárini í ALBA Fehévár KC og við Eszterházy SC árini 2017 til 2020. Hon fekk prógv sum hondbóltsvenjari fyrr í ár, og verður tí eisini partur av málverjuvenjaratoyminum hjá Neista-ungdóminum.

Umframt hesar báðar útlendsku leikararnar, sær Neistin eisini fram móti at bióða Marjuni Danberg vælkomnari aftur á liðið. Hon verður nú aftur at síggja í SMS hópinum eftir barnsburðarstøðg. 

[object Object]
Marjun Danberg verður nú við aftur á Neista liðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2022

50 Leygardagur 20. august 2022

Sonni og Finnur halda fram

Hondbóltssambandið boðar frá, at venjaratoymið, ið fyrst varð fyribils sett, eisini stendur á odda í november, tá Føroyar spæla HM play-off dystir móti Kosovo. Sonni Larsen skal eisini arbeiða saman við ungdómslandsliðsvenjarum og partvíst hava ábyrgd av U6-kvinnum

35-ára gamli danin hevur áður staðið á odda fyri U21 og A-landsliðnum hjá monnum og bestu liðunum hjá H71, og nú er greitt, at Sonni Larsen næsta árið verður partur av arbeiðnum hjá HSF (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seint í fjør segði Dragan Brljevic seg úr starvi sum høvuðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti. Finnur Hansson helt fram sum hjálparvenjari, og Sonni Larsen tók við sum høvuðsvenjari.

Sonni og Finnur stóðu harvið á odda teir seinastu fýra dystirnar í EM-undankappingini, ið vórðu leiktir í vár, har føroyska liðið framdi nøkur góð avrik, og 
nú er greitt, at venjaratoymið hjá føroyska kvinnulandsliðnum heldur fram. Hesum boðaði Hondbóltssamband Føroya frá í vikuni. 

Føroysku kvinnurnar skulu spæla fyrsta umfar av HM-undankappingini í tveimum play-off dystum móti Kosovo. Tann fyrri verður mikudagin 2. november í Høllini á Hálsi - hin seinni verður 5. ella 6. november á útivølli.

Harvið er uppgávan hjá venjaratoyminum nú at fyrireika liðið til hesa uppgávuna. Talan er um ein eitt-árs sáttmála millum Hondbóltssambandið og Sonna Larsen, sambært danska hondbóltsmiðlinum hbold.dk. 

Sonni Larsen skal eisini arbeiða saman við ungdómslandsliðsvenjarum og verður somuleiðis venjari hjá U06-kvinnum saman við Agnari Joensen, skrivar hsf.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2022

51 Leygardagur 20. august 2022

Góðkend avrik hjá flogbóltsmonnunum

Manslandsliðið hevur tapt teir fyrstu undankappingardystirnar - nýggj stór uppgáva hetta vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í hesi fyrstu EM-undankappingini, har føroysku menninir royndu at líkjast mótstøðuliðnum í spælistíli, var øðrvísi og stuttligari at síggja teir farna vikuskifti móti Estlandi á útivølli.

Undan dystinum var greitt, at tveir av berandi leikarunum, Steffan Rosenlund var skaddur og Tróndur H. Hansen var sjúkur, so broytingar máttu til á liðnum og aðrir mátta taka yvir.

Móttøkurnar hjá føroyska liðnum vóru munandi betur enn undanfarnar dystir, tí liðið byrjar at venja seg við stóra servitrýstið hjá sterku mótstøðuliðunum.

Føroyska liðið spældi skjótari, og hetta gjørdi, at tað eydnaðist at vinna eina rúgvu av bóltum við at sláa í blokkin hjá Estlandi og út.

Fantastiskt at síggja Mattias Nolsøe Isaksen ganga á odda við góðum móttøkum og enn betur álopsspæli.

Estiska liðið hevði sera trupult at stilla ein góðan blokk, tí Mattias sló bara í hendurnar á teimum og út. Eisini var stuttligt at síggja Niels Niclasen koma inn á diagonalin. Hann vann nærum alt, hann nært við, og væntandi fer hann at fáa fleiri møguleikar í hesi kappingini.

Einans 17 ára gamli, Bjarni Joensen, megnaði eisini at gera seg galdandi í álopsspælinum og vinna fimm bóltar. Bjarni hevur eina bjarta flogbóltsframtíð fyri sær.

Miðskeiðis í dystinum skifti venjarin hjá føroyska liðnum hevara, har liðskiparin Thorvald Danielsen fór út og Áslakur P. Holm kom inn, og megnaði hann sera væl, at leggja góðar bóltar til Matttias, Niels og Bjarna.

Føroyar taptu 3-0, og enn er langt á mál áðrenn vit veruliga hótta sterku mótstøðuliðini. Men hetta var væl besti dysturin higartil, og dreingirnir kunnu vera stoltir av hesum avrikinum. Við hesi gongdini er ikki langt til at Føroyar tekur eitt sett móti hesum sterku tjóðunum og við meira heppni í lutakastinum til næstu kapping, kunnu fyrstu dystirnir eisini vinnast.

Føroyar hava higartil spælt tríggjar dystir, sum allir eru endaðir 0-3 til mótstøðuliðið.

5. august: Belgia - Føroyar 25-7, 25-15, 25-9
10. august: Føroyar - Estland 11-25, 7-25, 15-25
13. august: Estland - Føroyar 25-12, 25-16, 25-15

Næsti dysturin verður í morgin, sunnudagin 21. august kl. 17, har Føroyar taka ímóti Belgia í Ítróttahøllini á Hálsi í Havn.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2022

52 Leygardagur 20. august 2022

Eurovolley undankapping: Kvinnurnar byrja samstundis sum menninir enda

Samstundis sum menninir spæla seinasta dyst í undankappingini, seta kvinnurnar skjøtul teirra undankapping. Fyrsti dysturin av seks er á útivølli móti Kroatia

Landsliðsvenjararnir hava útttikið 14 leikarar til stóru uppgávurnar - fimm av leikarunum spæla til dagliga í Danmark (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

A-landsliðið hjá kvinnum í flogbólti skal spæla seks torførar dystir hesar tríggjar vikurnar fram til 11. september. Liðið er komið í bólk við Kroatia, Rumenia og Ísrael. Talan er um tríggjar útidystir og tríggjar heimadystir.

- Ikki kann sigast annað enn, at føroyska liðið veruliga kemur í eldin í fyrsta dystinum, sum er á útivølli ímóti Kroatia. Kroatia er styrkismett, sum nummar 10 í Evropa, men hevur í løtuni eitt krútsterkt lið, sum er á veg uppeftir og sum vinnur dystir móti sterkari tjóðum. Liðið, sum er samansett av ungum professionellum leikarum úr sterkum kappingum í Evropa, hevur soleiðis nýliga vunnið á Belgia og Puerto Rico og hevur tapt javnar dystir móti Italia.

- Miðalhæddin á álopspartinum á liðnum er 187 sentimetrar.

Soleiðis skrivar Flogbóltssamband Føroya um fyrsta mótstøðuliðið hjá føroysku kvinnunum, ið bíðar verður í býnum Osijek sunnudagin, har servað verður fyri fyrstu ferð klokkan 17. Ferðalagið fór úr Føroyum fríggjadagin og verður aftur mándagin fyri at gera klárt til næsta dystin, sum verður longu mikudagin 24. august, tá Føroyar taka móti Rumenia.

Landsliðsvenjari hjá kvinnum er Lars Engell. Hann og hjálparvenjarin, Kristian Mikkelsen, hava tikið út hendan hópin av 14 leikarum til allar seks dystirnar:

1. Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ikast
3. Jóhanna Christiansdóttir, TB
4. Bjørk Nolsøe Isaksen, ASV Aarhus
5. Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir
6. Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur
7. Janna Falkvard, SÍ
8. Anna Arnholdsdóttir, Mjølnir
9. Milja Silvansdóttir, KÍF
10. Eva Winther Nagata, ASV Aarhus
11. Jakobina Joensen, KÍF
12. Hilda Bolstad Mortensen, Aalborg Volley
13. Anna Larsen, Aalborg Volley
14. Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, Fleyr
15. Elsa Samuelsen, Førde

Dystarskráin sær soleiðis út:
Sunnudagin 21. august kl. 17: Kroatia - Føroyar
Mikudagin 24. august kl. 19: Føroyar - Rumenia
Leygardagin 27. august kl. 17.30: Ísrael - Føroyar
Sunnudagin 4. september kl. 17: Føroyar - Ísrael
Mikudagin  7. september kl. 15: Rumenia - Føroyar
Sunnudagin  11. september kl. 17: Føroyar - Kroatia

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2022

53 Leygardagur 20. august 2022

Juliia til Fleyr

Ársins leikari seinastu tvey árini skiftir úr Sørvág út við Havnina og fer næsta kappingarár at spæla við Fleyr

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fleyr kunngjørdi fyri ólavsøku, at kanadiski Owen Kerr verður partur av venjaratoyminum hjá felagnum, og fer at venja besta kvinnuliðið, flestu gentuliðini og dreingir 14.

Nú kunngerð felagið enn ein styrk í leikarahópinum. Ársins leikari seinastu tvey árini, Juliia Kuvshinova, kemur til Fleyr at spæla. Hon hevur seinastu árini verið knýtt at SÍ, men nú kemur hon altso til Havnar at spæla.

Fleyr sigur, at besta kvinnuliðið hevur mist fleiri leikarar eftir FM-heitið móti júst SÍ í fjør, og tað var tí eitt skert, men evnaríkt lið sum ynskti venjara framum leikara. Men tá møguleikin at fáa Juliiu Kuvshinova uppstóð, kundi Fleyr ikki siga nei, sigur felagið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2022

54 Leygardagur 20. august 2022

ÍSF bjóðar aftur til Skúlaleikir í ár

Umleið 1.200 børn luttóku í fjør, tá átakið var fyri fyrstu ferð. Kurvabóltur og rørslumegi koma afturat sum ítróttagreinar, so tær nú eru seks í tali. Næmingar frá 4. til og við 6. flokk kunnu luttaka hetta skúlaárið

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir eina væleydnaða byrjan fer Ítróttasamband Føroya komandi skúlaárið aftur at bjóða næmingum til Skúlaleikir. Tiltakið Skúlaleikir er eitt nýtt átak, hvørs endamál er at skapa felagsskap og rørslugleði í føroyska fólkaskúlunum.

Soleiðis skrivar ÍSF í tíðindaskrivi um átakið, ið var fyrstu ferð á skrá í fjør, har umleið 1.200 børn í 4. og 5. flokki luttóki.

Í ár bjóðar ÍSF allari miðdeildini; tað vil siga 4. flokki til 6. flokk, til sama átak. Tvær nýggjar ítróttagreinar verða nú lagdar aftur at skránni frá í fjør. Tær eru kurvabóltur og rørslumegi, og sostatt bjóðar Skúlaleikir seks ítróttagreinar til skúlaárið 2022/23:

Frælsar ítróttir, flogbóltur, badminton, innirógving, kurvabóltur og rørslumegi.

Skúlaleikir eru skipaðir í samstarvi við ítróttasambondini, Uttanríkis- og mentamálaráðið, Kommunufelagið, Fólkaheilsuráðið og Fróðskaparsetur Føroya.




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2022

55 Leygardagur 20. august 2022

Sarah Mahfoud í stórdysti í Manchester um góðan mánað

Tann 24. september fer ósigraða Sarah Mahfoud í ringin í Manchester. Tað verður móti Amandu Serrano úr Puerto Riko

(Mynd: DanishFightNight)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Hetta verður størsti boksidystur, sum ein donsk kvinna nakrantíð hevur luttikið í, sigur Bettina Palle, boksifyriskipari.

IBF-heimsmeistarin úr Vestmanna, Sarah Mahfoud, fer 24. september at boksa ímóti superstjørnuni Amanda Serrano úr Puerto Riko, sum hevur vunnið heimsmeistarabeltini frá WBC, WBO og IBO.

Dysturin verður í Manchester Arena har pláss er fyri 21.000 áskoðarum, og verður sama kvøld, sum boksidysturin í tungvekt millum Joeseph Parker og Joe Joyce verður.

Tað var í februar 2020, at Sarah Mahfoud tók heitið sum heimsmeistari í fjøðurvekt. Í apríl í ár vardi hon meistaraheitið.

Sarah Mahfoud vann í apríl 2021 á táverandi evropameistaranum Ninu Meinke, sum eisini var nummar eitt hjá bæði IBF og WBC. Við sigrinum vann Sarah Mahfoud móti kravdu mótstøðuni frá IBF, men tók eisini fyrsta plássið á WBC-styrkislistanum, har Amanda Serrano er heimsmeistari.

Amanda Serrano hevur eitt ynski um at vinna øll HM-beltini í fjøðurvekt, so dysturin her er upplagdur og gevur meining fyri allar partar, sigur Bettina Palle, fyriskipari.

Amanda Serrano hevur nógvar royndir. Hon er 33 ára gomul og hevur 42 sigrar, eitt tap og ein javnleik í skjáttuni.

Hetta er munandi fleiri enn Sarah Mahfoud sum hevur 11 sigrar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2022

56 Leygardagur 20. august 2022

Erling Eidesgaard skjótastur um fjørðin í Nólsoyarsvimjingini

Tólv menn svumu leygardagin um Nósloyarfjørð. Erling Eidesgaard var fyrstur á mál í Nólsoy við tíðini ein tíma og fjúrtan sekund

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sum siðvenja er á Ovastevnu, varð leygardagin fyri 23. ferð svomið kapp um Nólsoyarfjørð. Klokkan 10:30 smugu tólv svimjarar sær gjøgnum taran niðan fyri húsið hjá radioamatørarunum yviri við Strond í Havn, og løgdu til brots ímóti Nólsoynni. Í beinari linju er teinurin góðar fýra kilometrar

Fyrstur upp á land á verndaroynni og kom á mál við grindina, var Erling Eidesgaard við vinnaratíðini 1 tími, 14 minuttir og 26 sekund. Nummar tvey var Oluf Færø við tíðini 1:18:40, og nummar trý var Einar Djurhuus við tíðini 1:19:03.

[object Object]

Í ár varð, sum nakað nokkso óvanligt, byrjað at svimja á eystfallinum - ein tími var eftir av eystfallinum við norðurráki. Komnir út á hálvan fjørðin umleið, varð tað vestfall og suðurrák. Linjan tvørtur um fjørðin var tí hesaferð nógv beinari. 

Nólsoyarsvimjingin var fyrstu ferð í 1998, og síðani hevur verið svomið á hvørjum ári undantikið í 2013 vegna veður og í 2020 vegna koronu.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen)

[object Object]
(Mynd: Ólavur Frederiksen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2022

57 Leygardagur 20. august 2022

Dartkappingarnar í gongd aftur

Fyrsta kappingin verður á Skála í dag

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú summarferian endar, byrja dartkappingarnar aftur.

Fyrsta kappingin eftir summarferiuna verður á Skála leygardagin. Hetta er sætta kappingin í ár.

Kappingin er soleiðis skipað í ár, at teir bestu spælarnir eru í einum A bólki fyri seg sjálvar, og teir meir óroyndu í einum B bólki, so tað er møguligt hjá tí nyggja spælaranum at koma og royna seg, og hava ein møguleika at verða við í dystunum.

Talan er um opna kapping, sum ein og hvør kann melda til. Kappast verður bæði hjá kvinnum og monnum. Tilmelding, sum fer fram á heimasíðuni dartfo.com og skal tilmeldingin verða DSF í hendi aðrenn mikukvøldið á midnátt.

Landsliðið úttikið
Í gjøgnum summarið hava landsins bestu spælarar tó ikki havt nógv frí. Samlast hevur verið til landsliðssamlingar hjá bæði kvinnum og monnum. Hetta, í sambandi við, at landsliðini bæði skulu til Gandia í Spania seinast í september til EM.

Hetta er fyrstu ferð síðani DSF gjørdist limur í WDF, at Føroyar sleppa at royna seg í eini EM kapping. Í tí sambandi verður endaligu landsliðini úttikin aftan á kappingina leygardagin.

Dart hevur tað gott og tó
Koronafarsóttin fór illa við dartítróttagreinini, serliga sæst hetta aftur á kvinnusíðuni, har tað í ár bert hava verið átta kvinnur við.

Føroyameistarin í 2021, Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag, hevur verið á einum støði fyri seg, og førur klárt ratinglistan hjá kvinnum.

Dart er ein ítróttagrein har øll kunnu verða við, tað krevst ikki tann stóra útgerðin, men bara viljin til at gerast betur. Og aftanfyri tað liggur nógv venjing.

Hjá monnum er meira javnt, í løtuni liggja Uni Árting og Jan McIntosh úr Havnar Dartfelag fremstir, og vóru tað júst teir báðir, sum fyrr í ár fingu eina bronsumedalju í tvímansleiki til norðurlanda meistaraheitið.

Men beint í hølunum á teimum, eru fleiri sum saktans kunnu gera seg galdandi í toppinum. So spennandi verður nú, tá serliga tey sum hava verið rundan um landsliðini skuldu verið í top formi

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2022

58 Leygardagur 20. august 2022

Eftirmeting: Óforloyst olympiskt avrik

Føroyska landsliðið dumpaði á talvolympiaduni í India – vit enda næstan 50 pláss skeivumegin styrkismetingina, og allir fimm á føroyska liðnum ganga aftur í rating - hjá summum er talan um skrædl.

 
SkrivaÐ:

Súni Merkistein

Føroyska landsliðið dumpaði á talvolympiaduni í India. Tað hevur líkasum ligið á ljóði hesar dagarnar, eftir at kappingin endaði fyri knappari viku síðani, og niðurstøðan fær vælsaktans valla verið øðrvísi.

Sjáldan hava vónirnar verið so góðar sum hesaferð, sjáldan hava vit havt so gott lið sum hesaferð - miðalstyrkitalið táttaði í 2400. Av tí sama vóru Føroyar styrkismettar nummar 60 av 188 liðum. Tað er í sjálvum sær stórbært, og nakað at fegnast um hjá okkum føroyingum, sum eru so fámentir sammett við flest øll hini stóru londini.

Nú liðugt er, munnu mong undrast - og harmast. Vit enda næstan 50 pláss skeivumegin styrkismetingina, og allir fimm á føroyska liðnum ganga aftur í rating - hjá summum er talan um skrædl.

Hvat bagir? Var hetta bara tað, sum henda kann viðhvørt, tá byrurin ikki er til vildar? Øll, sum fáast við kappingarítrótt, vita, at tað gongst ikki altíð eftir vild. Vit kenna klisjurnar úr fótbóltsmáli um, at tú rakar ikki dagin, ella okkurt líknandi.

Norðmenn kunnu við uppaftur størri rætti enn vit iðra seg, tí norska landsliðið, ið var styrkismett nummar 3 hesaferð - við heimsmeistaranum Magnusi Carslen sum oddamanni - endaði nummar 40. Mongum brestur ætlan, sum kunnugt, og hesaferð vóru vit í tí partinum.

Skal ein leyslig eftirmeting gerast, kann fyrst hyggjast eitt sindur nærri at teimum ellivu dystunum hjá føroyska landsliðnum í Chennai. Talið í klombrum er styrkismetingin hjá mótstøðuliðunum. Føroyar vórðu sum nevnt styrkismettar nummar 60.

Føroyar - OL 2022

Føroyar - San Marino 4-0 (154)
Føroyar - Usbekistan 0-4 (14)
Føroyar - Puerto Rico 3-1 (111)
Føroyar - Kroatia ½-3½ (17)
Føroyar - Libanon 2-2 (95)
Føroyar - Wales 3-1 (96)
Føroyar - Argentina 1-3 (30)
Føroyar - Zimbabwe 1½-2½ (94)
Føroyar - Oman 2-2 (146)
Føroyar - Malta 3½-½ (116)
Føroyar - Uganda 1-3 (90)

Fyrst er at siga, at sjey av teimum ellivu dystunum eru góðkendir. Vit vinna fýra dystir, og vinna teir væl og virðiliga; 4-0, 3½-½, og tvær ferðir 3-1, móti Puerto Rico og Wales, sum vit ikki hava havt bestu royndirnar av á undanfarnum olympiadum. So far, so good.

Men vit vinna einki lið, sum er styrkismett ovari enn vit, og vit møta bara trimum liðum, sum eru styrkismett ovari enn vit. At krevja meira enn hálvt stig og eitt stig móti ávikavist Kroatia og Argentina er órímiligt, tí talan er um heilt stinnar talvtjóðir.

Tað sum spillir heildaravrikið eru hesir fýra dystirnir:

Føroyar - Libanon 2-2 (95)
Føroyar - Zimbabwe 1½-2½ (94)
Føroyar - Oman 2-2 (146)
Føroyar - Uganda 1-3 (90)

Í hesum fýra dystunum hava føroysku telvararnir á øllum borðum hægri styrkitøl - í fleiri førum munandi hægri - enn mótstøðumenninir. At tað mishepnast í einum dysti, kann henda fyri bestu manningina, men ikki fýra ferðir móti veikari liði.

Mótburður

Gongur tú ígjøgnum talvini hjá okkara monnum, fært tú varhugan av, at leikdygdin versnar sum tað líður út á kappingina. Vit síggja eisini, at tríggir av lakastu dystunum eru allir í seinastu fýra umførunum. Tað kann vera av tilvild, men kanska ikki kortini - hvat so býr undir. Møði, uppgávulyndi, mistrivnaður, heimlongsul, fallandi liðmoralur?

Sjálvt endaliga úrslitið hjá liðnum, um vit enda nummar 80 ella 105, er ikki so avgerandi, og sigur lítið um heildaravrikið, tí nógv valdast, hvussu tað hilnast í síðsta dystinum, men verri er, at okkara lið kom í veruleikanum ikki úr stað, tað losnaði ongantíð av álvara. Vit tøvdu í turrum onkustaðni um miðjuna og aftureftir í røðini, fingu ongantíð tvey góð úrslit á rað, sum sendu okkum á flog.

Vit kunnu skylda uppá, at mótstøðumenninir hava ov lág ratingtøl, at teir eru nógv sterkari, enn tølini benda á. Tað er helst ein partur av sannleikanum. So kann afturímóti vera spurt, um okkara styrkitøl eru ov høg. Eru vit ikki so sterkir, sum vit billa okkum inn?

Spurningurin er onkursvegna høpisleysur, tí ratingtøl koma ikki av ongum. Tú telvar teg til tey. Men tú kanst eisini bøla oman á teimum. Okkara fremstu telvarar hava ikki telvað stórvegis uttanlands hesi seinnu árini uttan kanska við landsliðnum. Korona hevur gaman í lagt øllum meinbogar í vegin, men hvussu nógvar einstaklingskappingar í útlondum hava Helgi, Høgni og Rógvi - okkara topp 3 - luttikið í seinastu fimm árini? Og er tað tekin um, at svongdin og hugurin at telva hjá okkara fremstu telvarum er ikki longur tann, hann einaferð var?

Mál og mið

Vit telva helst rætt og slætt ov lítið. Venjingarstøðan fær tí ikki verið hin besta. Heimaarbeiðið - at studera - verður kanska umlopið. Tað er stuttligari og ómakaleysari at taka eitt snartalv á netinum. Munnu flestu telvarar í Føroyum - við onkrum hendinga undantaki - ikki kenna seg aftur í hesum? Eisini okkara bestu? Í talvi krevst sjálvsdisciplin. Tú ert einsamallur um tað.

Gutti Petersen - vit kunnu næstan siga faðirin at talvvekingini í Sandavági - eitt skifti eisini formaður í Talvsambandi Føroyar, fekk einaferð øll at flenna í røðu, hann helt í samkomu á Parnassinum á Hotel Hafnia í Havn, tá Talvsambandið fylti 30. Hann segði seg einaferð hava spurt norðurlendskan talvleiðara, kanska var tað ein formaður í norska talvsambandinum, um hvat hann helt kravdist hjá telvara fyri at gerast heilt sterkur. Svarið var: mest avgjørende er at ha en god røv! Hvør skal siga: ver sitandi, ver tolin og áhaldin, - telva nógv, og studera meir!

Eingin venjari ella viðspælari krevur, at tú røkir talvlesturin heima við hús, ella tíansheldur er við í hesari ella hasari kappingini. Og eingin lønar teg fyri tað. Talv er einstaklingsítróttur, og fáir telvarar hava veruligar venjarar. Helgi gjørdist stórmeistari uttan nakra hjálp frá nøkrum. Og úr Føroyum er langur vegur til tær góðu kappingarnar. Sterkur vilji og góð disciplin er ein fyritreyt fyri øllum. Og so eitt talent sjálvandi. Og eitt sindur av peningi.

Stórmeistari verður tú ikki uttan at seta nógv annað til síðis í drúgt áramál. Tað gjørdi Helgi. Hann er okkara lýsandi fyrimynd. Sum dømi um hansara seriøsu tilgongd kann verða víst til eitt viðtali, sum Dimmalætting hevði við hann á sumri 2007, tá ið hann sum 17 ára gamal var vorðin altjóða meistari. Hann sigur tá, at umráðandi er at vera væl fyri bæði til likams og sálar fyri at kunna hugsavna seg og fara í dýpdirnar í spælinum. - Eg renni regluliga, svimji og styrkivenji eisini, og royni at eta tað, sum sunt er. Tað er lykilin til at orka at telva og studera fleiri tímar um dagin, sigur hann.

Okkara fremstu hava helst ikki longur tær stóru ambisjónirnar sum telvarar. Helgi telvar nógv minni nú enn fyrr. Kanska hevur hann rokkið sínum máli. Ætlanin um at vinna seg upp í 2600 í rating, ið hann sjálvur sum nýklaktur stórmeistari í 2017 nevndi sum eitt framtíðarmál, er kanska slept? Var sjálvt stórmeistaraheitið endaligi sigurin?

Brøðurnir Høgni og Rógvi, sum hava verið okkara næstbestu í fleiri ár, hava helst ongantíð ætlað at gera Helga bragdið eftir. Teir eru ivaleyst aðrar týpur. Hjá teimum er tað kanska soleiðis, at talv skal vera stuttleiki heldur enn hart arbeiði. Teimum dáma kanska betur tað sosiala í liðítrótti, tá fleiri eru um uppgávuna saman. Báðir hava spælt fótbólt á hægri stigi í Føroyum í fleiri ár, og telva so, tá stundir eru til tess - mest í vetrarmánunum. Tí er hvørgin teirra vorðin altjóða meistari, tó at teir av røttum langt síðan áttu at havt tryggjað sær IM-heitið, tí gávurnar eiga teir til at útinna setningin.

Og soleiðis er kanska vorðið hjá flest øllum av okkara fremstu telvarum. Talentfullir, glaðir amatørar. Er hetta bara ein partur av DNA-num hjá føroyskum telvarum? Fleirfaldi føroyameistarin Heini Olsen, sáli, ið sjálvur gekk ímóti hesum ráki, og longu sum ungur var víðfarin í talvlestri, var bæði ovfarin og vónbrotin, tá ið hann viðhvørt fekk at vita frá øðrum føroyskum telvarum, at: hevði tú ikki studerað so óluksáliga nógv, vart tú ikki betri enn vit aðrir!

16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol tykist vera eitt undantak. Hann hevur í nøkur ár verið hin ídnasti av okkara yngstu telvarum. Hann hevur sjálvur í blaðviðtali herfyri greitt frá, at hann stundum hevur sitið upp í fimm tímar um dagin og fyrireikað seg til olympiaduna.

Ungdómurin og feløgini

Men hvar eru hinir? Hví eru ikki fleiri ungir telvarar á veg fram? Og hví eru forrestin ongar gentur, sum telva í Føroyum?

Roknar tú miðalaldurin á føroyska topp 30-styrkilistanum út, kann hvør í sínum lagi staðfesta, at vit hava lutfalsliga alt ov fáar góðar telvarar í 20-árunum. Sama gongd sæst millum tey yngstu. Vit gera færri skreytir nú enn fyrr í norðurlendsku skúlakappingunum. Er onkur ungur, ið tað veruliga glógvar í, kemur ofta fyri, at talv verður sekundert hjá viðkomandi, tí kanska dámar honum betur at spæla fótbólt. Aðrastaðni verður sagt, at talv er vorðin ein kappingarítrótt fyri ungar menn. Besta dømið man OL-gullvinnaraliðið úr Usbekistan vera. Í 2004 var størri helmingurin av okkara OL-liði um 20 ára aldur (Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen og Olaf Berg).

Hvat er hent? Talvfeløgini eru kanska sovnað. Í øllum førum er lítið regluligt innanfelagsvirksemi úti í feløgunum sammett við fyrr. Hevur internetið loyst av uppalandi upgávuna hjá talvfeløgunum? Eru telvarar vorðnir latir fast food brúkarar, sum heldur taka nøkur snartalv á chess.com ella aðrari av øllum handans talvheimasíðum í staðin fyri at vera virkin í einum meira mennandi umhvørvi í einum røttum talvfelag? Men hvat er at gera, tá at kalla øskukalt er vorðið í talvfelagnum? Av tí sama síggjast nógv færri telvarar í árligu FM-einstaklingakappingini um páskirnar.

Og hvat bleiv av stórmeistaraeffektini hjá Helga Dam Ziska? Vaks áhugin fyri talvi av tí? Dugdu Talvsambandið og feløgini nóg væl at gagnnýta momentum av tí? Tað frættist, at nógv skúlabørn hava telvað, Helgi hevur sjálvur í samstarvi við Nám evnað til og givið út mennandi frálærutilfar á føroyskum, og sjálvur verið úti í skúlunum og lagt lag á, men síggjast børnini aftur, tá veruligar kappingar eru? Í landskappingini er heldur eingin deild fyri dreingir og unglingar sum fyrr. Tá er okkurt, sum ikki ruggar rætt.

Virknasta føroyska talvfelagið í nýggjari tíð er heldur ikki til longur. Felagið hevði ikki heimstað í Føroyum, men í Keypmannahavn. Talvfelagið Føroyar, stovnað í 1984. Í 90-unum og fyrstu árini eftir aldamótið var kremið í føroyskari telving lesandi ungdómur í danska høvuðsstaðnum. Teir komu tí í eitt gott og mennandi umhvørvi. Tann sólskinssøgan endaði við, at føroyska felagið vann seg upp gjøgnum allar deildirnar heilt upp í sjálva meistaradeildina í Danmark. Føroyskir útisetar í Keypmannahavn telva ikki longur, og okkara bestu telvarar eru ikki útisetar, men heimaføroyingar. Flestu av gørpunum í talvfelagnum Føroyar búgva nú í Føroyum, og telva minni enn teir gjørdu fyri tjúgu árum síðani.

Glæsilig søga

Talvolympiadan í India var hin 25. hjá Føroyum. Vit eru við longu í 1970. Tað er samstundis fyrsta ferðin, at Føroyar eru umboðaðar í almennari altjóða kapping við einum landsliði. Talvolympiadur hava verið síðani 1927. Tær eru ikki skipaðar undir IOC, altjóða olympisku rørsluni, har Føroyar framvegis ikki hava limaskap. Altjóða talvsamgongan, FIDE, stovnað í 1924, og ikki limur í IOC, skipar einsamalt fyri stevnuni.

Føroyar sluppu lutfalsliga ómakaleyst upp í part. Danir vóru heldur trekir at byrja við, men ymiskt var, sum lætti um tilgongdina. Føroyar høvdu longu í 40-árunum verið uppi í altjóða brævatelving, smærri protektorat sum bretsku og amerikansku Jómfrúoyggjarnar vóru longu limir, og so kom tað væl við, at táverandi forsetin í FIDE var úr Svøríki, Folke Rogard. Føroyar fingu limaskap í FIDE á ráðstevnuni í Siegen í 1970.

Talvolympiada er annaðhvørt ár. Føroyar hava luttikið trúliga síðani 1970. Einasta undantakið var 1986. Tá boykottaðu Føroyar saman við Danmark, Svøríki, Noregi og Hollandi, at Arabisku Emiratini, sum hýstu olympiaduni, sýttu Ísrael at vera við. Og so var eingin kapping í 2020 vegna korona.

Føroyar hava telvað í alt 347 landsdystir móti 132 ymiskum londum á hesum 25 olympiadunum. Tá eru landsdystir í EM, í kappingini Small Nations fyri smátjóðir í Evropa, í 8-landakappingunum í 80-unum - sum var ein víðkað norðurlandameistarakapping fyri landslið - og allir dystirnir móti Íslandi ikki íroknaðir. Man nøkur onnur kappingargrein í Føroyum verða skrásett fyri so nógvar altjóða A-landsdystir?

Í 1970 vóru londini á talvolympiaduni ikki fleiri enn 60, sum tá var met. Talið á londum er trífaldað síðani. Kortini vóru kappingarnar nógv drúgvari fyrr enn nú. Fyrstu tríggjar ferðirnar, at Føroyar var við, var kappingin tvífalt so long sum nú. Skipanin var tann, at fyrst var undankapping í fleiri bólkum. Fremstu tvey liðini í hvørjum bólki vunnu seg í A-finaluflokkin, og soleiðis niður eftir í teir ymsu lægri finaluflokkarnar. Tá var undankapping og endaspæl á somu stevnu. Tann seinasta av hesum kappingunum var í franska býnum Nice á sumri 1974. Tá vóru ikki færri enn 24 umfør í alt, og telvað var í ein heilan mánað.

Síðani 1976 hevur kappingin verið skipað eftir núverandi leisti. Í nógv ár vóru fjúrtan umfør, men so líðandi er tað lækkað niður í ellivu umfør. Í nógv ár vóru borðstigini tey, sum taldu, men síðani 2006 hevur skipanin við dystarstigum - tvey stig fyri vunnan dyst og eitt stig fyri javnleik - verið brúkt. Og øll árini hevur verið telvað á fýra borðum.

Niðanfyri er yvirlit yvir endaliga úrslitið hjá Føroyum á talvolympiadunum. Vert er at hava í huga, at endaliga plaseringin sigur ikki allan sannleikan um heildaravrikið. Tvey dømi um tað kunnu vera tikin fram. Eitt hitt besta endaliga úrslit hjá Føroyum var í Moskva í 1994. Vit gjørdust tá nummar 52 av 124 londum. Hetta var, tá bara borðstigini taldu. Ein góður spurtur gjørdi munin. Í seinastu tveimum umførunum fingu Føroyar 7½ stig av átta møguligum - vunnu 3½-½ á Libanon og 4-0 á Irak. Fín úrslit, og tey sendu okkum langt upp í røðina. Men hevði eitt umfar verið eftir, høvdu vit ivaleyst rent okkum í væl sterkari mótstøðulið, sum kundi varpað okkum langt aftur í røðina. Hini úrslitini í 1994 vóru meira misjøvn. Móti San Marino vunnu vit bara tepurt, vit taptu fyri Luksemburg, o.s.fr.

Í 2016 endaðu vit nummar 101 av 170 londum. Men tá tryggjaði Helgi sær stórmeistaraheitið, vit vunnu í stórum stíli á Bosnia-Herzegovina, vit møttu Kina, sum vann OL, og tað var ikki í einum av fyrstu umførunum, tá skiljast skal millum góð og ring lið, men í áttanda umfari. So kom stígur í, og seinasta dystin taptu vit 4-0 fyri Svøríki, og tað bøtti heldur ikki um endaligu plaseringina.

Føroyar á 25 talvolympiadum
Ár Nr. Lond tls.

1970: 55 (60 lond)
1972: 54 (62 lond)
1974: 58 (73 lond)
1976: 44 (48 lond)
1978: 46 (65 lond)
1980: 72 (81 lond)
1982: 56 (91 lond)
1984: 63 (88 lond)
1988: 57 (107 lond)
1990: 79 (108 lond)
1992: 65 (102 lond)
1994: 52 (124 lond)
1996: 81 (114 lond)
1998: 72 (110 lond)
2000: 67 (126 lond)
2002: 92 (134 lond)
2004: 75 (128 lond)
2006: 82 (147 lond)
2008: 61 (146 lond)
2010: 80 (148 lond)
2012: 68 (156 lond)
2014: 81 (172 lond)
2016: 101 (170 lond)
2018: 103 (184 lond)
2022: 108 (188 lond)

Samanumtøka

Allir á føroyska landsliðnum í talv-OL í Chennai ganga sum nevnt aftur í rating.

Luitjen Akselsson Apol missir 110 stig, John Rødgaard 43, Høgni Egilstoft Nielsen 20, Rógvi Egilstoft 10 og Helgi Dam Ziska missir 6 ratingstig. 16 ára gamli Luitjen verður serliga hart revsaður, men tað kemst eisini av tí, at ratingkoefficienturin er fjøruti hjá ungum telvarum móti tjúgu hjá vaksnum telvarum.

Einstøku úrslitini hjá føroysku telvarunum vóru hesi:

1. Helgi Dam Ziska 7/10
2. Høgni Egilstoft Nielsen 4½/10
3. Rógvi Egilstoft 5½/9
4. John Rødgaard 3½/9
5. Luitjen Akselsson Apol 1/6

Helgi

Helgi Dam Ziska var tann einasti av føroysku telvarunum, ið stóð royndina í India. Hann var okkum aftur ein tryggur skansi á 1. borði. Høvdu vit ikki hann, stóð illa til. Tað merkisverda við honum er, at hann stendur seg lutfalsliga betur, sterkari mótstøðu, ið hann fær. Móti teimum heilt sterku er hann stinnur. Tú kennir á tær, at hann hevur ein kjans móti øllum telvarum, sjálvt teimum allarbestu. At hann greiddi javnleik á 1. borði móti bæði Kroatia og Argentina, sum eru sterkar talvtjóðir, hevði eingin annar av føroysku telvarunum gjørt honum eftir. Hann tapir bara fyri Nodirbek Abdusattorov, sum røkti 1. borð hjá OL-gullvinnaranum.

Helgi er tann einasti av okkara telvarum, sum hevur ein veruligan internationalan stíl - og klassa. Strategiskt, teoretiskt og tekniskt er hann í flokki fyri seg. Men móti veikari telvarum stendur stundum á hjá honum at vinna. Tað kann tykjast sum eitt paradoks, men í hesum hava vit samstundis avmarkingina hjá honum. Helgi telvar onkursvegna í so korrekt og varið. Tað kreativa og dynamiska elementið er í so kámt.

Sum vinmaður hansara, Nils Grandelius - fremsti telvari Svøríkis - sigur í lýsing sínari av Helga í bókini um okkara stórmeistara: För att nå de riktigt höga höjderna räcker det inte enbart med stor säkerhet; man måste också vara "farlig". De säkra öppningarna måste blandas med skarpare överraskningar, och man måste utmana både sig själv och modståndaren.

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska. Stóð royndina sum hin einasti av føroysku telvarunum í India.

Hinir

Brøðurnar Rógva og Høgna kunnu vit taka undir einum. Hvørgin var í nánd av einum IM-normi. Báðir tóktust heldur rustaðir. Hugsaðu leingi og komu ofta í tíðarneyð. Høgni tykist hava heldur sunnari stíl, men var kortini meira ótryggur og trilvandi, enn vit plaga at síggja hann. Rógvi telvar í so óortodokst og romantiskt, er ov lítið posisjónelt tilvitaður, talvið í síðsta umfari móti Uganda man vera besta dømið um hetta.

John Rødgaard er nú vorðin 67 ár, og tað merkist so smátt. Tær støðurnar, sum hann fyrr í eyðkendum lagi helt móti sterkum mótstøðumonnum, missir hann nú ofta í fjórða og fimta tíma. Tað er, sum bresta sikringarnar, gerst talvið ov drúgt. Og hjá honum er sjáldan nakað talv stutt. John hevur sítt trygga grundspæl, sín teoretiska kunnleika og hollu fatan fyri spælinum. Hann tekur ongan vága, men tú vinnur lítið bara við varsemi. Við svarta fólkinum er lítið bit í hjá honum. Flest allir telvarar vikna við árunum, soleiðis er tað bara, og John sleppur heldur ikki undan hesari sannroyndini.

Og so er tað Luitjen. Tað besta við honum er, at hann hevur árini fyri sær. Hví tað hilnaðist so illa hjá honum í India er ilt at meta um. Hann hevur framvegis í so stór sveiggj í sínari telving, og í so lágt botnstøði.

Samanumtikið høvdu vit sterkasta lið, sum hugsast kann. John Arni Nilssen og Martin Poulsen kundu eisini verið við, og kanska hevði tað ikki verið verri; teir hava rutinuna og rástyrkina, eru góðar kappingartýpur og eru í góðum árum. Høvdu teir loyst av tann elsta og tann yngsta, hevði úrslitið kanska verið eitt annað, men tað vita vit ikki. Undir øllum umstøðum er úttøkan farin fram eftir øllum røttum leiðreglum.

Eingin venjari

Ein spurningur, ið trokar á, er, um hyggjuráðini høvdu verið at knýtt ein góðan venjara at føroyska talvlandsliðnum. Ein, sum kundi fyrireikað liðið í góðari tíð. Analysera okkara telvarar, givið teimum frálæru, bøtt um tað, sum haltar í telvingini hjá teimum, og verið øllum ein svalandi íblástur fyri, undir og eftir olympiaduna. Men til tað krevst ivaleyst, at telvarar eru fúsir at geva seg undir nýggj og økt krøv. Og vilja teir so tað - okkara bestu telvarar?

Vit lata spurningin - og hugskotið - standa.

Og so kunnu vit enda við sólskinssøguni um Usbekistan, sum púra óvæntað vann talvolympiaduna. Venjari hjá teimum er Ivan Sokolov. Hann kenna vit. Longu í 1992 fekk Talvsamband Føroya avtalu við hann og landsmannin Predrag Nikolic um at koma til Føroyar at leggja føroyskum telvarum lag á. Høvuðsstigtakari var Jákup Mikkelsen, liðleiðari hjá Føroyum á talvolympiaduni í Manila í juni 1992. Kríggj var brostið á í heimlandinum, Jugoslavia, og hugsingur var ikki um at fara heim aftur til Sarajevo í Bosnia-Herzegovina.

Tann framskygdi Jákup Mikkelsen, ið seinni sum formaður í Talvsambandinum saman við Rana Nolsøe tók stig til fyrstu stóru altjóða talvkappingarnar í Føroyum árini fyri aldamótið, bar skjótt í bandi, soleiðis at hesir báðir flóttamenninir, ið tá vóru millum fremstu fimtan telvarar í heiminum, komu til Føroyar um miðjan juli sama ár. 32 ára gamli Nikolic fekk tilhald í Klaksvík, og 24 ára gamli Sokolov gjørdist venjari hjá Havnar Telvingarfelag.

Hetta átak var sera gagnligt - næstan eitt frambrot - fyri føroyska telving. Nikolic og Sokolov vitjaðu javnan aftur í Føroyum øll 90-árini. Fyri Heina Olsen hevði Nikolic sera stóran týdning. Og onkur kundi spurt: hví brúka vit ikki teir longur?

Sokolov varnaðist brátt evnini hjá tveimum smádreingjum í Havnar Telvingarfelag. Hesir vóru Martin Poulsen og Olaf Berg. Hann segði í 1992 bart út, at við kønari hond áttu hesir at kunnað komið heilt langt. Og so eru vit aftur við sama spurning: hvat vilja føroyskir telvarar?

Ivan hevur í bók síni, "Ivan´s chess journey" (2016), sum partvíst kann lesast sum endurminningar úr hansara spennandi lívi, ikki gloymt summarið 1992 í Føroyum - fyri júst tretivu árum síðani.

Vit enda hesa OL-eftirmetingina við hesum brotinum úr endurminningum Ivan´s um "the summer of 92":

I started to talk with the Faroe Islands Chess Federation to spend the summer there as a coach. The technicalities were finalized and I was able to spend the summer in Tórshavn, the faroese capitol, coaching some local players. They also coached me with their natural skills - like fishing salmon. In the middle of the summer the daylight in the Faroes just like in Iceland or Greenland lastst almost 24 hours. The faroese community was small at the time. As a foreign chess player spending summer there, I was regarded almost as an attraction and was invited by the locals to their endless parties. I was 24 enjoying life to the full extent of its joy. It was a wonderful summer. Days were long and girls were blonde. Near the end of August, the time came to get back to work: tournaments.

Skrivað hevur Súni Merkistein


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2022

59 Leygardagur 20. august 2022

Tynnist í vinaskara

Minning um Amariel Norðoy

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Holgar Jacobsen

Nú tynnist í vinarskara. Fyrst fór Niels Midjord og nú Amariel Norðoy.

Hetta tykist løgið, men vit mannabørn standa bara spyrjandi, ein stórur trupulleiki er helst, at vit hava so trupult við at góðtaka veruleikan, tí deyðin er so endaligur.

Eg kom at kenna henda sera fryntliga og dugnaliga listarmannin um aldarskiftið. Altíð blíður, glaður og sera lættur at práta við.  

Amariel var sera lítilátin maður, hetta helst tí, hann sjálvur visti hvør hann var.

Amariel og eg vóru sera nógv saman til tíðir, og spældi eg til nógvar ferniseringar og tiltøk hjá honum, eisini í Danmark. Hann hevur málað báðar permumyndirnar á mínum solofløgum, og triðja myndin til LP plátuna er klár.

Tá sorgin brast á mín rút, stóð Amariel sum drangur í brimi, har sá eg veruliga virðið í menniskjanum Amariel. Takk fyri uggandi avrik 

Telefonsamrøður vóru mangar bæði á nátt og á degi. Tú flutti til Danmarkar fyri nøkrum árum síðan, vit vóru og vitjaðu teg nakrar ferðir, og ringdu javnan. Sigast skal, at tú var nógv raskari at ringja enn eg. Ofta endaði tú samrøðuna við at siga, ”Eg trúgvi uppá Jesuspápan”, andligi føringurin, tú sum barn hevði fingið, helt.

Tónleikastílur tín var blues, og hevði tú stóra vitan um, - og kendi tú eina ørgrynnu av blues tónleikarum. Tú kendi eisini  Kim Larsen sála sera væl. Kanska tit báðir onkuntíð taka eitt jam, har tit nú eru? 

Tann sangurin hjá mær, ið stóð Amariel næst, er sangurin: Eg síggi teg ofta, ið er av einum kassettubandi frá 1990. Satt at siga, veit eg ikki hví, men hann dugdi hvørt orð, eg mátti hava tekstin.

Listina hjá Amariel havi eg ikki so nógva vitan um, so tað er betri, at serkøn fólk úttala seg, og greina hana, men eg elski hansara málningar. Litspælið, báturin, kenslan at verða ein partur av ”Sálmum lívsins”, dró hugalagið upp í hæddir.

Eg sendi djúpastu samkenslu til tykkum avvarandi, og Amariel vinurin, vit síggjast aftur.

Holgar

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2022