Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 27. august 2022 | Nr.35 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Javnaðurin og sambandið varðveita umboðanina

SíÐa 2

1 Leygardagur 27. august 2022

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Tølið ikki veljaran við óviðkomandi valevnum

Fólkatingsval er fyri framman. Í Danmark hevur ein av stuðulsflokkunum gjørt forsætisráfrúuni greitt, at hon missir stuðulin og harvið meirilutan, um val ikki verður útskrivað áðrenn tingið kemur saman aftur í oktober.

Tí rokna øll við, at fólkatingsval verður fyrsta dagin – í heyst í hvussu so er.

Annars kann sitandi fólkating sita líka fram til grundlógardagin 5. juni komandi, tá fýra ár eru liðin síðan seinasta fólkatingsval.

Tí er tað áhugavert at frætta hvar føroysku veljararnir ætla at seta krossin, um fólkatingsval verður útskivað í nærmastu framtíð. Vit eiga jú tveir bílagdar sessir á danatingi.

Tað er ikki óvæntað, at Javnaðarflokkurin stendur seg so væl í veljarakanningini, sum vit kunngera í Blaðnum í dag. Flokkurin hevur staðið seg framúr væl í kanningunum, sum hava verið gjørdar síðan seinastu val, tá vit hava spurt til løgtingsval. Og tað er jú eisini ein sannroynd, at maðurin, ið hevur umboðað Javnaðarflokkin á fólkatingi seinastu valskeiðini, Sjúrður Skaale, hevur dugað at gjørt vart við seg, hevur verið nógv at sæð og hoyrt – og so hevur hann eisini boðað frá, at hann stillar uppaftur.

Tað er kanska eitt sindur meira óvæntað, at Sambandsflokkurin tykist at vera so mikið  tryggur í sessinum. Flokkurin hjá løgmanni hevur als ikki staðið seg væl í seinastu veljarakanningunum, og hevur verið tann minsti av teimum stóru flokkunum fleiri ferðir.

Tað er eisini ein sannroynd, at umboðið hjá flokkinum, the grand old man í føroyskum politikki, Edmund Joensen, ikki stillar uppaftur.

Hóast veljarin enn ikki hevur rættiliga hóming av hvør persónur kann væntast at verða valdur, so fær Sambandsflokkurin – hóast afturgongd – rímiliga góða undirtøku. Nakað, ið sigur okkum so mikið, at tað eru fleiri veljarar, ið ikki velja sambandið til løgtingsval, sum gera tað til fólkatingsval.

Men persónsspurningurin er sjálvandi altíð tann mest spennandi.

Og her hava vit eitt hjartasuff.

Higartil hava flokkarniraloftast stilla upp við fullum lista, onkuntíð við yvir 20 nøvnum. Hetta gevur onga meining. Tað er bara tvey umboð, ið skulu veljast, umframt eitt ella tvey eykaumboð.

Tí er tað fjas at hava so nógv nøvn á listanum. Hetta er eisini mannminkandi fyri tey hampafólk, sum lata seg seta á listan, einans við tí endamálið at vera atkvøðuneyt og skaffa nakrar atkvøður til flokkin. Grundgevingin við, at jú fleiri nøvn eru á listanum, tess fleiri atkvøður kann listin fáa, trúgva vit ikki. Hetta er so ikki prógvað.

Og at brúka fólkatingsvalið sum eitt slag av aðalroynd fyri at geva nýggjum valevnum royndir, er í besta føri ein háðan móti veljarunum og fólkaræðinum, tí øll val eiga at verða tikin í allar størsta álvara.

Til fólkatingsval síðan aldarskiftið hevur onkur flokkur havt 26 nøvn á listanum. Í 2005 til dømis vóru 110 valevni at velja ímillum tilsamans. So galið hevur ikki verið hesi seinastu valini, tá talið á valevnum tilsamans hevur verið ávikavist 63 og 62.

Tað hevði verið ruddiligari, um flokkarnir meldaðu klárt út hvønn persón teir ynskja at umboða seg á danatingi. Tað hevði eisini gjørt valstríðið meira áhugavert, tá tað vóru veruligir kandidatar til ein fólkatinssess, sum myndaðu valstríðið.

Okkara áheitan, nú flokkarnir búgva seg til at manna listar til fólkatingsvalið, skal tí vera: Finnið tvey valevni hvør – eina kvinnu og ein mann – og førið tey fram sum høvuðsvalevni, kanska við onkrum eykavalevni afturat. Tað er óneyðugt at hava fleir enn trý nøvn á listanum til fólkatingsvalið. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 5543

    Lisnar síður: 22351

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 27. august 2022

Javnaðurin og sambandið varðveita umboðanina

Javnaðarflokkurin er nógv størsti flokkur í nýggjari veljarakanning. Sambandsflokkurin gongur aftur, men varðveitir umboðanina, sambært kanningini

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu endurvunnið sessirnar, um fólkatingsval hevði verið nú.

Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti í vikuni.

Hóast talan er um somu flokkar, sum í løtuni umsita føroysku umboðanina á danatingi, so er talan um rættiliga stórar flytingar í mun til seinasta fólkatingsval 5. juni 2019.

Tí Javnaðarflokkurin hevur stóra framgongd, meðan Sambandsflokkurin hevur stóra afturgongd, men tó ikki so stóra, at tað gongur út yvir umboðanina.

Men verður val nú, so er tað valevnið hjá Javnaðarflokkinum, ið verður fyrstvalt.

Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 31,5 prosent av atkvøðunum. Hetta er næstan seks prosentstig meira enn á fólkatingsvalinum seinast. Hetta er er meira enn nakar flokkur hevur fingið til fólkatingsval í hesi øldini. Størsta undirtøkan til ein einstakan flokk síðan aldarskiftið, var tá Sambandsflokkurin í 2011 fekk 30,8 prosent av atkvøðunum.

Sambandsflokkurin var ikki so langt fá tí úrslitinum, tá Edmund Joensen, varð valdur seinast. Tá fekk flokkurin 28,3 prosent, men í kanningini nú gongur flokkurin 4,6 prosentstig aftur, og stendur til at fáa 23,7 prosent.

Fólkaflokkurin tapir

Tjóðveldi er triðstørsti flokkur í kanningini. Flokkurin stendur nærum í stað – gongur eitt vet fram úr 18,6 prosentum í 2019 til 19,1 um fólkatingsval hevði verið nú.

Stóri taparin sambært hesi kanningini er Fólkaflokkurin.

Í 2019 var Fólkaflokkurin ikki so langt aftan fyri Javnaðarflokkin í kappingini um næst valda fólkatingslimin. Men nú er langt á mál, um valevni hjá Fólkaflokkinum skulu gera sær vónir um umboðan á danatingi. Fólkaflokkurin stendur til at fáa 16,5 prosent um fólkatingsval hevði verið nú. Tað er meira enn sjey prosentstig verri enn í 2019.

Teir smáu flokkarnir eru enn øgiliga langt frá møguleikanum at fáa umboðan á fólkatingi. Framsókn, sum fekk 2,5 prosent á seinasta vali, stendur tó til at tvífalda undirtøkuna við 5,3 prosentum.

Miðflokkurin, sum ikki stillaði upp seinast, stendur til at fáa 3,9 prosent av atkvøðunum.

9 prosent vita ikki

Hóast heili 80 prosent av føroysku veljarunum siga, at vit eiga at hava umboðan á fólkatingi – sí aðra grein – so er í kanningini heili 14,1 prosent, sum siga seg ikki ætla sær á fólkatingsval.

Spyr.fo spurdi 500 fólk í kanningini. Næstan 9 prosent av teimum høvdu ikki tikið støðu til, hvønn flokk tey fór at velja. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2022

3 Leygardagur 27. august 2022

Stórur meiriluti vil hava føroyskt fólkatingsumboð

Tað heldur veljarin. Hetta kemur fram í veljarakanning, sum Blaðið Vikuskifti kunngerð í morgin

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fólkatingsval er í hondum, og er tað upp til føroyska veljaran, skulu vit framhaldandi hava føroysk umboð á fólkatingi.

Tað kemur fram í veljarakanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti.

80 prosent av veljarunum hava svara ja til spurningin “Eiga føroyingar at hava umboð í fólkatinginum”. 13 prosent halda ikki at vit skulu hava føroyskar fólkatingslimir meðan sjey prosent siga seg ikki vita.

Ikki óvæntað er tað millum sambands- og javnaðarveljarar, at størst undirtøka er fyri sessunum á danatingi, meðan flest framsóknar- og tjóðveldisveljarar hava svarað nei.

Spyr.fo spurdi mikudagin 500 fólk um fólkatingsvalið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2022

4 Leygardagur 27. august 2022

Martin og Þóra fingið falkaordanin

Vórðu mikudagin boðin á Bessastaðir at fáa heiðurin frá Guðna forseta

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hjúnini Martin Næs og Þóra Þóroddsdóttir vórðu í gjár boðin til Bessastaðir av sjálvum forseta Íslands, Guðna Th. Jóhannessyni.

Tað vísti seg, at forsetin vildi heiðra hjúnunum við “Hin íslendska fálkaorða”, íslendska riddarakrossinum.

Tey fáa heiðurin fyri tað stóra arbeiði, tey hava gjørt við at flyta íslendskar bókmentir yvir í føroyskt mál, ikki minst verkini hjá íslendska Nobel-heiðurslønarmóttakaranum Halldór Laxness, og fyri at kunna um íslendska mentan í Føroyum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at hjúnini vórðu heiðrað fyri sínar týðingar og mentanarliga avrik. Í 2021 fingu tey Norðurlendska Herðaklappið frá Norrøna Felagnum í Føroyum.

Føroyingar og herbúgvandi fólk, ið fyrr hava fingið falkaordanin:

Aksel Niclasen, Annfinnur á Túvuvølli Jensen, Bjarni Hansen, Dánjal Danielsen, Jaspur Joensen, Jákup í Løðu, Johan Hendrik Olsen, Jóhannes Fredrik Meinhard Summaldur Joensen, Karl Mikkelsen, Katrin Dahl, Kjartan Simonsen, Leon Heinesen, Reðin Leonsson, 2022

Jóan Pauli Joensen, 2019

Jóannes Eidesgaard (stórriddarakross við stjørnu), 2007

Annfinn Kallsberg (stórriddaraksoss við stjørnu), Poul Mohr (stórriddarakross), Jóhan H. Winther-Poulsen, Turið Sigurðardóttir, 2001

Poul Mohr, 1999

Ólafur Guðmundsson, 1998

Óli Hammer, 1995

Niels Bendtsen (stórriddarakross við stjørnu), Johan Djurhuus (stórriddarakross við stjørnu), 1988

Einar Kallsberg (stórriddarakross við stjørnu), 1980

Páll Patursson, 1964 

Jóannes Patursson (stórriddarakross), 1946


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2022

5

Størv

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara

Meira Umsóknarfreist: 19. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Tekniskur leiðari til Strandfaraskip Landsins

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Reingerðarfólk til Glasir

Meira Umsóknarfreist: 11. desember 2024

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Tangabilførari til Effo

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024
6 Leygardagur 27. august 2022

Sjúrður Skaale stillar upp aftur

Atkvøðuslúkurin hjá Javnaðarflokkinum verður á listanum tá fólkatingsval verður

Sjúrður Skaale og Edmund Joensen hava verið fólkatingslimir hetta valskeiðið. Myndin er tikin á valkvøldinum 5. juni 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Atkvøðuslúkurin hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi seinast stillar upp aftur til næsta fólkatingsval.

Hetta váttaði Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, fyri útvarpinum í vikuni.

Sjúrður Skaale sum hevur sitið á fólkatingi síðani 2011, fekk nógv flestar atkvøður á fólkatingsvalinum í 2019. Hann fekk tá 3.337 atkvøður. Næstur á javnaðarlistanum er Aksel V. Johannesen við 772 og Barbara Gaardlykke Apol við 392 atkvøðum. 

Hin føroyski fólkatingslimurin, Edmund Joensen, stillar ikki upp aftur eftir 34 ár í politikki. Hann gevst í sessinum tá forsætisráðharrin Mette Frederiksen skrivar út nýval.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2022

7 Leygardagur 27. august 2022

Koks sleppur ikki at byggja við Fossdalsgjógv

Yvirfriðingarnevndin tók endaliga avgerð í vikuni um at sýta kommununi at broyta byggisamtyktina

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Michelin-matstovan KOKS skal leita sær eftir øðrum øki, um matstovan aftur ætlar sær at virka í Føroyum.

Í fjør varð avgerð tikin um at flyta virksemið til Ilimanaq við Ísfjørðin í Grønlandi, fyribils í tvey ár, meðan bíðað verður eftir myndugleikaviðgerðini í Føroyum av umsóknini um at fáa loyvi at byggja eina matstovu við Fossdalsgjógv millum Velbastað og Syðradal á Streymoynni.

Nú hevur Yvirfriðingarnevndin loksins tikið avgerð um, ikki at loyva Tórshavnar kommunu at broyta byggisamtyktina fyri økið, sum harvið framhaldandi bara skal vera til landbúnaðarligt endamál.

Og avgerðir hjá Yvirfriðingarnevndini eru endaligar, og kunnu ikki kærast víðari.

[object Object]Fossdalur og Fossdalsgjógv, norðan fyri Velbastað (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Tað var dimma.fo, sum mikudagin bar tíðindini um, at byggiætlanin hjá Gist & Vist samtakinum nú fekk endaliga skotið fyri bógvin.

Gongdin hjá Koks at finna fram til eina endaliga staðseting hevur verið drúgv. Altjóða viðurkenda matstovan byrjaði á Hotel Føroyum í 2010. Nøkur ár seinni flutti Koks fyribils í eini nýbygd sethús í Kirkjubø, meðan arbeitt varð við at tekna eina nýggja matstovu, sum skuldi liggja í Kerjum, í skógarlendinum undir Hotel Føroyum.

Tann ætlanin varð seinni slept til frama fyri eini aðrari ætlan í Kirkjubø, sum tó ongantí sá dagsins ljós fyrr enn søgan um ætlanina norðuri við Fossdalsgjógv varð løgd fram.

Í meðan hevur viðurkenda matstovan í trý summur hildið til frammi við Gjónna, í gamla garðinum har, ið varð leigaður frá Betri samtakinum.

Í fjør gekk tað leigumálið út, og avgerð varð tikin um at flyta matstovuna til Grønlands, í hvussu so er fyribils. 

[object Object]Poul Andrias Ziska og hansara kokkar rokast í lítla køkinum frammi við Gjónna (Savnsmynd)

[object Object]Nú er virksemið hjá Koks flutt í hesi húsini við Ísfjørðin í Grønlandi (Mynd: Lisa Burns)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2022

8 Leygardagur 27. august 2022

Ríkisveitingin lítil partur av føroyska búskapinum

Í 2001 var ríkisveitingin 982 milliónir krónur og út við 17 prosent av inntøkunum hjá almennu Føroyum. Í 2020 var ríkisveitingin 642 milliónir krónur og út við seks prosent av inntøkunum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ríkisveitingin gerst ein alsamt minni partur av føroyska búskapinum. Tað kemur fram í grein 52 fyrispurningi, sum Uni Rasmussen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, hevur svarað Bjørt Samuelsen.

Tingkvinnan fyri Tjóðveldi spurdi um ríkisveiting og fíggjarligt sjálvbjargni.

Nýggjasta tøka uppgerðin yvir samlaða almenna búskapin er fyri árið 2020. Ríkisveitingin var tá 642 milliónir krónur og út við seks prosent av inntøkunum hjá tí almenna og umleið fimm prosent av útreiðslunum hjá tí almenna.

Ríkisveitingin var 982 milliónir krónur í 2001, og sostatt var hon út við 17 prosent av inntøkunum hjá tí almenna og út við 21 prosent av útreisðlunum, upplýsir landsstýrismaðurin.

Inntøkur og útreiðslur hjá landi, kommunum og almennum grunnum og ríkisveitingin síðani 2001:

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2022

9 Leygardagur 27. august 2022

- Natúrligt at amerikanski flotin av og á leggur inn í Føroyum

- Trygdarpolitiskan støðan er í broyting, og í tí sambandi er týdningurin av samstarvinum við USA vorðin alsamt størri, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum

(Mynd: Uttanríkis- og mentamálaráðið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hósdagin var amerikanski kavbáturin USS Georgia í Nólsoyarfirði.

Saman við sendiharra USA í Danmark, Alan Leventhal, vóru Jenis av Rana, landsstýrismaður, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, bodnir at vitja umborð á USS Georgia. Eisini løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, formaðurin í Løgtingsins uttanlandsnevnd, Bill Justinussen, og Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, vóru við umborð.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Trygdarpolitiskan støðan er í broyting, og í tí sambandi er týdningurin av samstarvinum við USA vorðin alsamt størri. Tí er natúrligt, at amerikanski flotin, sum er til staðar í Norðuratlantshavi, av og á eisini leggur inn í Føroyum, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum.

Á fundi fyrr í vikuni umrøddu landsstýrismaðurin og amerikanski sendiharrin m.a. átøk, ið skulu økja um samstarvið millum USA og Føroyar innan handil, gransking, útbúgving og mentan. Eisini varð komið inn á ætlanirnar hjá landsstýrinum at um lata upp sendistovu í USA.

Mánadagin var fyrsti fundurin í nýstovnaða føroyskt-amerikanska vinnuforuminum undir leiðslu av Vinnuhúsinum og við luttøku av fleiri føroyskum fyritøkum. Hetta er eitt av átøkunum undir partalagsyvirlýsingini, sum USA og Føroyar skrivaðu undir í 2020.

- Vit virka miðvíst fyri at styrkja samstarvið við USA á øllum mótum. USA er ein stórur útflutningsmarknaður fyri Føroyar, og nú flogið fer at verða beinleiðis millum Føroyar og USA, fara nýggir møguleikar fyri samstarvið óivað at lata seg upp, sigur Jenis av Rana.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2022

10 Leygardagur 27. august 2022

Føroya Tele: 5G-tíðarætlanin á røttum spori

Um ársskiftið skal nýggja farnetið hjá Føroya Tele takast í nýtslu. Hóast talan er um stórt inntriv, og avbjóðingar hava stungið seg upp, hevur arbeiðið gingið væl

Arbeiðsfólk frá Ericsson skiftir antennuútgerð í mastrini í Oyndarfirði (Mynd: Føroya Tele)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tveir mánaðir eru gingnir, síðani Føroya Tele fór í holt við landsumfatandi arbeiðið at skifta alt farnetið út og byggja nýtt net við 5G. At seta nýggja útgerð upp er ein drúgv tilgongd, men sum heild hevur arbeiðið gingið bæði skjótt og væl. 

Fleiri enn 100 fólk frá bæði Føroya Tele og Ericsson eru knýtt at verkætlanini, og higartil eru 65 nýggjar antennur settar upp á ymiskum støðum í landinum. Nú resta góð 100 støð, og málið er framvegis at taka nýggja farnetið í nýtslu um ársskiftið.  

[object Object]Arbeiðsfólk frá Ericsson skiftir antennuútgerð í mastrini við SMS og MRCC í Havn (Mynd: Føroya Tele)

Símun Skaalum er stjóri í FT Samskifti, sum eigur og rekur farnetið. Hann leggur dent á, at málið er at órógva sum minst, men at órógv hevur verið og kann væntast í einum ella fleiri økjum í senn, so leingi sum antennur verða skiftar út. 

- Talan er um stórarbeiði og stórt inntriv í netið, og avbjóðingar og svikaligt fartelefonsamband er torført at fyribyrgja. Hetta hava kundar eisini merkt, men støðugt eftirlit og fráboðanir gera, at hond kann takast um tær avbjóðingar, ið stinga seg upp, sigur Símun Skaalum.

5G-tíðarætlanin er á røttum spori, og eftir ætlan verður arbeiðið at skifta antennur liðugt um miðjan november, tá ið kjarnin í netinum er næst á skránni. Tó er vandi fyri, at hetta verður eitt sindur seinkað orsaka av alheimsligu avbjóðingini at fáa hendur á tøkniligari útgerð.

Í høvuðssætinum í Hoyvík verður 5G royndarkoyrt fyri at kanna, hvat kundum stendur í væntu, tá ið netið verður tikið í nýtslu. Millum annað hava kanningar víst, at 5G spreingir stigan, og at ferðin verður fleirfaldað. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2022

11 Leygardagur 27. august 2022

Økja virksemið í 2023

Eitt flogfar afturat, fleiri fráferðir til París og beinleiðis ferðir til New York er nakað av tí, sum er á skránni hjá Atlantic Airways í 2023

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– Summarið í ár hevur hilnast sera væl, og vit merkja væl, at hugurin hjá fólki at ferðast er sera stórur, og tað fegnast vit sjálvandi um. Tí gera vit okkum klár til økt virksemi komandi ár og fara nú frá trimum upp í fýra flogfør, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Ferðafólkatølini higartil í 2022 líkjast teimum í 2019, sum var metár, og vónirnar fyri 2023 eru góðar, og tí er neyðugt at brynja seg til enn meira flúgving.

– Vit fóru aftur undir beinleiðis flúgving til París í ár við tveimum túrum um vikuna, og tann rutan hevur verið sera væl umtókt. Komandi ár økja vit munandi um flúgvingina á flestu leiðum. Millum annað fara vit at flúgva beinleiðis til París frá apríl til oktober, og størsta partin av tíðarskeiðnum verður flogið tríggjar ferðir um vikuna. Tíðarskeiðið, har vit flúgva beinleiðis til Aalborg, hava vit longt í ár, og verður tað longt upp aftur meira komandi ár, tá vit fara at flúgva heilt frá byrjanini av maj til miðjan oktober. Harumframt økja flestu av hinum rutunum eisini um túratalið, sigur Jóhanna á Bergi.

Atlantic Airways fer framhaldandi at bjóða eitt spennandi rutunet við 11 ymiskum ferðamálum beinleiðis úr Føroyum. Ferðamálini eru Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Keflavík, Edinburgh, Oslo, París, Barcelona, Mallorca, Gran Canaria og ikki minst nýggja ferðamálið New York.

– Nógv hava sjálvandi eisini verið forvitin eftir at vita, hvussu verður við beinleiðis ferðunum til New York. Tann ætlanin er ikki slept, og gongst sum ætlað, flúgva vit nakrar túrar beinleiðis til USA á heysti 2023, sigur Jóhanna á Bergi.

Ferðaseðlar til flestu ferðamálini eru til sølu longu nú. Ferðaseðlar til Barcelona og Mallorca verða settar til sølu um miðjan september. Nærri kunning um New York kemur seinni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2022

12 Leygardagur 27. august 2022

Bilasølurnar vælkoyrandi við 44 milliónum í avlopi

Nira hevur aftur í ár gjørt eina roknskapargreining av øllum bilasølunum í Føroyum. Nógv tað besta ársúrslitið hevði Wenzel

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Nira hevur aftur í ár gjørt roknskapargreining av øllum bilasølunum í Føroyum. Talan er um níggju bilasølur, sum allar hava umboð og selja nýggjar persónbilar og vørubilar.   

Árið 2021 royndist avbera væl hjá flestu bilasølunum. Samlaða avlopið hjá øllum bilasølunum í 2021 var heilar 44 milliónir krónur, sum er 15,1 milliónir krónur meira enn í 2021, tá samlaða avlopið var 28,9 milliónir krónur. Vøksturin er heili 52 prosent.  

Nógv tað besta ársúrslitið hevði Pf. Wenzel. 

Rakstrarúrslitini hjá føroysku bilasølunum í 2021

Aftur í ár hevði PF. Wenzel nógv tað besta ársúrslitið á 15,2 milliónum krónum, meðan Pf. Waag aftur í ár var á øðrum plássi við 9,8 milliónum krónum og Pf. Bilasølan enn einaferð var á triðja plássi við 6,8 milliónum krónum í avlopi.  

Vit kunnu eisini upplýsa, at Pf. Berg Motors, sum var einasta bilasøla sum hevði hall í 2020, hevði eitt avlop á 3,5 milliónir krónur í 2021 og kom á eitt fimta pláss. 

Tað var bert ein bilasøla sum hevði hall í 2021, og tað var Spf. Komfortbilar, sum hevði eitt lítið hall á 96.000 krónur. 

Samlaða sølan hjá føroysku bilasølunum verður ikki almannakunngjørd í roknskapunum, og er hetta helst av kappingarligum áðum. Men vøksturin í Ebidta og ársúrsitunum hjá felstu bilsølunum kann allarhelst metast at koma frá øktari bilasølu í 2021 og størri virksemi yvirhøvur.  

Harafturat meta vit, at fleiri bilasølur aftaná koronaárið 2020 hava økt munandi um inntøkunrar frá leigubilum til útlendsk ferðafólk, nú ferðavinnan aftur hevur tikið dik á seg.  

[object Object]

Talið á nýggjum seldum bilum hjá teimum ymisku føroysku bilsølunum í 2021

Sambært tølum frá Akstovuni fyri seldar nýggjar bilar í 2021 býtt á merkir, sum bilasølurnar umboða og selja, hava vit gjørt upp hvussu nógvar nýggjar bilar tær føroysku bilasølurnar seldu í 2021.  

Á fyrsta plássi var Pf. Wenzel við samanlagt 477 nýggjum seldum bilum. Wenzel selur og umboðar merkini Ford, Volvo, Mazda og Polestar. 

Á øðrum plássi kom Pf. Waag við samanlagt 462 nýggjum bilum. Waag selur og umboðar Mercedes, Mitsubishi, Hyundai, Renault og Dacia. 

Á triðja plássi kom Pf. Bilasølan við í alt 350 nýggjum seldum bilum. Bilasølan hevur umboðini uppá bilmerkini Audi, VW,og Skoda. 

Greiningin vísir, at tað er ein greiður samanhangur millum talið av seldum bilum og árslitunum hjá hesum feløgum. Tær bilasølurnar sum selja nógvar bilar, hava í størsta mun bestu úrslitini, hóast onkur undantøk eru. 

Einasta bilasøla sum seldi lutfallsliga fáar bilar og allíkavæl fekk eitt rímuliga gott úrslit, var Berg Motors, sum seldi 112 nýggjar bilar, men hevði eitt avlop á 3,5 milliónir krónur. Hvør orsøkin er, síggja vit ikki í roknskapinum, men við tað at Berg Motors umboðar bæði AVIS og Budget útleigubilar umframt selur Scania lastbilar, so kann partur av úrslitinum stava frá hesum inntøkukeldum.

Fíggjarstøðan hjá bilasølunum í Føroyum

[object Object]

Tá hugt verður eftir fíggjarstøðuni hjá bilasølunum, sæst at sera stórur munur er á støddini á feløgunum. 

Tann bilasølan, sum hevur størstu bókaðar ognir, er Pf. Reyni Service, sum hevði hevði samlaðar ognir á 133,1 milliónir krónur

Á øðrum plássi hevði Wenzel 100,5 milliónir krónur í samlaðum ognum, meðan Pf.  Waag kom á triðjaplássi við 95,2 milliónum krónum.

Eginpeningur og skyldur hjá føroysku bilasølunum

[object Object]

Um hugt verður eftir fíggjarligu styrkini hjá bilasølunum, so síggja vit, at Reyni Service hevur størsta eginpeningin við 59,7 milliónum krónum, meðan Pf. Waag er á øðrum plássi við einum eginpeningi á 54,6 milliónir krónur. Á triðja plássi er Pf. Wenzel við 43 milliónum krónum.   

Samlaði eginpeningurin hjá øllum níggju bilasølunum var við árslok 2021 í alt 254,2 milliónir krónur.

Føroysku bilasølurnar eru samanlagt væl fyri, har langfreistaða skuldin í alt bert er 92 milliónir krónur

Størstu langfreistaða skuldina í 2021 hevði Pf. Wenzel við 19,9 milliónum krónum. Næststørstu langfreistaðu skuldina hevði Pf. Berg Motors við 19,5 milliónum krónum og á triðja plássi hevði Pf. Waag 19,1 milliónir krónur.

Lyklatølini hjá føroysku bilasølunum

[object Object]

Tað er sera ymiskt hvussu lyklatølini eru hjá bilasølunum. Í stóran mun eru lyklatølini nógv tengd at úrslitunum og støddini á feløgunum og tess eginpeingi, og mugu tey tí takast við ávísum fyrivarni.  

Besta eginpeningsavkast hevði Pf. Bilasølan við 108 prosentum, men hetta kemst serliga av at Bilasølan hevur 6,4 milliónir krónur í eginpeningi sammett við eitt nú Pf. Wenzel, sum hevði ein eginpening á 54,6 milliónir krónur og eitt eginpeningsavkast á 35 prosent. 

Samanlagt høvdu allar bilasølurnar ein eginpening við árslok 2021 á 254 milliónir krónur og ein eginpeningsforrenting í 2021 á 17 prosent í miðal.

Besta lønsemið av bilasølunum, um hugt verður eftir lyklatalinum ognaravkast, hevði Pf. Bilasølan við 21 prosentum. Men aftur her mugu vit taka fyrivarni, av tí at Bilasølan hevur eina lutfallsliga lítla fíggjarstøða, av tí at felagið ikki eigur bygningarnar.

Næststørsta lønsemi hevði Pf Wenzel við 15,1 prosentum og á triðja plássi var Pf. Waag við 10,3 prosentum.

Samanumtikið hava føroysku bilasølurnar haft eitt sera gott roknskaparár í 2021.  Bilasølurnar eru flest allar væl fyri við góðum eginpeningi og lágari langfreistari skuld.

Nú føroyska bilasølan í 2022 tykist at minka sammett við í 2021, sum hendan greiningin umrøður, eru ábendingar um, at árið 2022 neyvan verður eins gott sum 2021. Men livst so spyrt, og vita vit ikki endaliga fyrr enn um somu tíð komandi ár.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevingarfyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2022

13 Leygardagur 27. august 2022

Janus Thomsen verður stjóri í Pf. Tjaldur

Orkufelagið Effo skal hava nýggjan stjóra

Janus Thomsen
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyska orkufelagið Effo skal hava nýggjan stjóra, tí Janus Thomsen, ið hevur verið stjóri síðani august 2018 tekur við sum stjóri í íløgufelagnum Pf. Tjaldur eftir Árna Rasmussen.

Tað boðaðu Effo og Tjaldur frá í tíðindaskrivi í vikuni. 

Fráfarandi stjórin í Effo fer tó ikki úr føroyska orkufelagnum, tí hann heldur fram sum stjóri til nýggjur stjóri er settur, og harafturat er hann í uppskoti at verða valdur inn í nevndina á komandi eykaaðalfundi.

Skiftið hevur við sær, at Effo skal hava nýggjan stjóra, og byrjar tað arbeiðið beinanvegin.

- Vit takka Árna fyri hansara arbeiði í Tjaldur seinastu níggju árini, har felagið hevur verið undir støðugari og áhaldandi menning. Nevndin í Tjaldur ynskir samstundis at bjóða Janusi vælkomnum í Tjaldur og síggja vit fram til eitt gott og mennandi samstarv”, sigur Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2022

14 Leygardagur 27. august 2022

Norðoya Sparikassi góðar 6 milliónir í avlopi fyrra hálvár 2022

Úrslitið áðrenn skatt fyrra hálvár 2022 var eitt avlop upp á 6,1 milliónir krónur sammett við 10,4 milliónir sama tíðarskeið árið fyri

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Úrslitið áðrenn skatt fyrra hálvár 2022 var eitt avlop upp á 6,1 milliónir krónur sammett við 10,4 milliónir krónur sama tíðarskeið árið fyri. 

Úrslitið fyrra hálvár 2022 er í stóran mun ávirkað av virðisjavnan av lánsbrøvum, har skjótt hækkandi rentustøðið hevur havt við sær lægri kursir á lánsbrøv. Harumframt er úrslitið ávirkað av, at sparikassin hevur afturført niðurskrivingar á útlán. 

Verður sæð burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, hevði sparikassin eitt avlop frá grundrakstrinum upp á 10,9 milliónir krónur fyrra hálvár í mun til 10,6 milliónir sama tíðarskeið í 2021. 

Virksemi
Útlánini lækkaðu úr 2.025 milliónum niður í 2.001 milliónir krónur, sum svarar til eina lækking upp á 24 milliónir ella 1,2 prosent.

Innlánini hækkaðu úr 2.464 milliónum krónum upp í 2.507 milliónir krónur, sum svarar til eina hækking upp á 43 milliónir ella 1,8 prosent.

Innlánsavlopið var 506 milliónir krónur fyrra hálvár 2022.  

Solvensur sparikassans er góður og hevur verið støðugt hækkandi seinnu árini. Solvensurin var 26,2 prosent pr. 30. juni 2022 í mun til 23,1 prosent árið fyri. 

Gjaldførið er eisini gott. Lyklatalið fyri gjaldførið var 340 prosent pr. 30. juni 2022. Lógarkravda gjaldførið er í minsta lagi 100 prosent.

Negativ renta hjá privatkundum strikað 1. september
Sum áður fráboðað hækkar rentan 1. september 2022. Hjá privatkundum hækkar útlánsrentan við upp til 0,40 prosenttig og negativa rentan av innlánum verður strikað. Rentan hjá vinnukundum hækkar við upp til 0,50 proisentstig bæði fyri inn- og útlán. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2022

15 Leygardagur 27. august 2022

80 prosent fleiri umbønir um mat- og klædnahjálp í ár

Hetta er samanborið við fyrra hálvár í fjør. Reyði Krossur Føroya boðar frá, at tveir triðingar av umbønunum koma frá húsarhaldum við einum uppihaldara, og í ár eru lutfalsliga fleiri, sum "einans" biðja um mat

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðani 2016 hevur Reyði Krossur bjóðað fíggjarliga sperdum familjum í Føroyum ókeypis barnaklæðir, og síðani 2020 hevur eisini borið til at fáa ókeypis mat.

Reyði Krossur Føroya boðaði í vikuni frá, at sambært teirra tølum er tørvurin á bæði mat- og klædnahjálp týðiliga øktur hetta seinasta árið.

Tilsamans eru 80 prosent fleiri umbønir um mat- og klædnahjálp móttiknar fyrsta hálva árið í 2022, samanborið við í fyrra hálvaár í fjør, 2021.

Tveir triðingar av umbønunum um mat- og klædnahjálp koma frá húsarhaldum við einum uppihaldara.

- Vit hava eisini sæð, at í 2022 eru lutfalsliga fleiri, sum einans biðja um mat, í mun til undanfarin ár, harímillum bæði pensjonistar og barnafamiljur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2022

16 Leygardagur 27. august 2022

Virgar skal leiða Hotel Brandan

Virgar Enghamar er nýggi hotelleiðarin á Hotel Brandan

(Mynd: Hotel Brandan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Virgar Enghamar er settur sum hotelleiðari á Hotel Brandan.

Virgar er fyrsti tænarin, ið varð útlærdur hjá Smyril Line samtakinum. Hetta var í 1998 á Hotel Føroyum í Havn. 

Síðani tá hevur hann áhaldandi arbeitt sum høvuðstænari í hotel-og matstovuvinnuni bæði í Danmark og í Føroyum. Seinastu 17 árini hevur hann verið í starvi sum stjóri í Bowlinghøllini í Havn.

Tað er annars Rógvi Mikkelsen sum hevur verið hotelleiðari á Hotel Brandan, sum læt upp á sumri 2020. Hann skifti herfyri starv og, stjórnar nú Hotel Hilton Garden Inn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2022

17 Leygardagur 27. august 2022

Maður yvirkoyrdur í ferðsluvanlukku í Havn: Doyði av løstinum

Ein eldri maður var farna fríggjakvøld árendur av einum bili. Hann var seinni staðfestur deyður á Landssjúkrahúsinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein ferðsluvanlukka kravdi eitt mannalív í Jóannes Patursonargøtu í Havn beint eftir klokkan 22 seinasta fríggjakvøld.

Talan var um ein eldri mann, sum ætlaði sær tvørtur um vegin við ein fótgangarateig við Vesturkirkjuna. Tá hann var á veg tvørtur um vegin, varð hann árendur av einum bili, sum kom koyrandi úr býnum niðan eftir Jóannes Patursonargøtu.

Sjúkrabilur og hjálp kom á staðið beinanvegin, men maðurin varð staðfestur deyður á Landssjúkrahúsinum.

Í bilinum vóru nógv ung fólk, og bilførarin var eisini ungur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2022

18 Leygardagur 27. august 2022

- Føroyski prísvøksturin nakað minni enn í Danmark og ES

Størsta orsøkin til at vøksturin í brúkararprístalinum er minni í Føroyum enn í Danmark og hinum ES-londunum er helst ógvusligi vøksturin í gass- og elprísunum á evropeiska megin­landi­num hesar seinastu mánaðirnar

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ógvusligi vøksturin í gass- og elprísunum hava størri ávirkan á gerandisdagin á evropeiska meginlandinum enn í Føroyum. Vøksturin í føroyska brúkaraprístalinum er nevniliga nakað minni enn vøksturin í Danmark og í ES-londunum annars.

Tað skrivar Vinnuhúsið.

Vøksturin í føroyska brúkaraprístalinum var 7,3 prosent í øðrum ársfjórðingi í ár, samanborið við sama ársfjórðing í fjør. Bara einaferð hevur hann verið størri seinastu 20 árini, og tað var triðja ársfjórðing 2008, tá árligi vøksturin í brúkaraprísunum var 7,9 prosent.

Sambært Danmarks Statistik var danska inflasjónin 9,1 prosent í juni í ár í mun til sama mánað í fjør. Í sama tíðarskeiði var inflasjónin í teimum 27 ES-londunum – uttan Stóra­bret­land – 9,6 prosent.

Størsta orsøkin til at vøksturin í brúkararprístalinum er minni í Føroyum enn í Danmark og hinum ES-londunum er helst ógvusligi vøksturin í gass- og elprísunum á evropeiska megin­landi­num hesar seinastu mánaðirnar. Føroysk húsarhald brúka so at siga ikki gass, og elprísirnir frá SEV hava verið óbroyttir í longri tíð, skrivar Vinnuhúsið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2022

19
Leygardagur 27. august 2022

Methøgir laksaprísir í øðrum ársfjóðringi 2022

Stóra føroyska alifelagið fegnast serliga um, at lívfrøðiliga gongdin hevur verið góð hetta seinasta tíðarskeiðið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing í ár var 587 milliónir krónur. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 509 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 41 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarhall á 108 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 119 milliónir krónur.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri: 

- Vit eru væl nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum. Vit fegnast serliga um, at lívfrøðiliga gongdin í Føroyum hevur verið sera góð. Lúsatølini vóru metlág, í mun til sama ársfjórðing seinastu átta árini, fellið var lágt og vøksturin góður.

- En nakað eftir í Skotlandi

Stjórin í Bakkafrost heldur fram:

- Í laksaaling hava smáar broytingar stóra ávirkan á úrslitið. Áhaldandi menning og jaliga gongdin í hesum ársfjórðinginum er í stóran mun eitt úrslit av mongu tillagingunum, vit hava gjørt í alingini í Føroyum. Eitt nú hava vit gjørt tillagingar í smoltframleiðsluni, ið hava givið okkum sterkari og meira mótstøðufør smolt, sum klára seg betur á sjónum. 

- Í Skotlandi er enn nakað eftir, til vit hava lyft alingina upp á føroyska støðið. Millum annað skulu vit gera stórar íløgur í smoltstøðir. Við útgangsstøðinum í Skotlandi í huga, fara hesar at hava enn størri ávirkan á raksturin í Skotlandi, enn tilsvarandi íløgur hava í Føroyum. 

[object Object]
Regin Jacobsen, stjóri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Á heysti í fjør kunngjørdi Bakkafrost eina umfatandi íløguætlan á 6,2 milliardir krónur, harav íløgur fyri 1,7 milliardir skulu gerast í 2022. Fyri at fíggja hesar risastóru íløgur, er neyðugt at hava góð rakstrarúrslit, sum í hesum hálvárinum, har so at siga allur vinningurin er farin til íløgur og avseting til skatt, umleið helvt um helvt. Íløguætlan okkara skapar nógv virksemi í samfelagnum. Fyrsta hálvár í ár hava vit gjørt íløgur fyri 447 milliónir krónur, harav 261 milliónir krónur í Føroyum, og hava keypt fyri 1,2 milliardir krónur frá føroyskum veitarum. Afturat hesum hava vit goldið 250 milliónir krónur í lønum til føroyskar løntakarar og 510 milliónir krónur eru goldnar ella avsettar til tøkugjald, partafelags- og vinningsbýtisskatt. 

Methøgir prísir

- Laksamarknaðurin hevur hendan ársfjórðingin verið merktur av methøgum prísum. Matstovuvinnan hevur tikið seg upp aftur aftan á korona-farsóttina – samstundis sum alarar ístóran mun hava selt laks við sáttmálum. Sostatt hevur tøka nøgdin av feskum laksi á spotmarknaðunum verið lág, samstundis sum tørvurin á feskum laksi uppá stutta tíð er vaksin nógv. 

- Hóast eftirspurningurin framvegis er høgur og útboðsvøksturin avmarkaður, vænta vit lægri laksaprísir framyvir. Altjóða marknaðarprísurin á feskum laksi er fallin á eitt støði, ið líkist meira undanfarnum árum. 

- Stóra inflatiónin fer at ávirka kostnaðarstøðið hjá allari alivinnuni framyvir. Rávøru- og orkuprísir eru farnir nógv upp og fer hetta at hava neiliga ávirkan á úrslit okkara komandi tíðina.  Av tí at tað tekur útivið trý ár at ala ein laks, sæst kostnaðarøkingin ikki í úrslitinum enn, tí fullvaksni laksurin, ið higartil er tikin til slakt, í stóran mun endurspeglar kostnaðarstøðið í 2020-2021. Hækkandi kostnaðirnir fara tó at síggjast í úrslitunum hjá allari alivinnuni komandi tíðina – eisini hjá Bakkafrost, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

[object Object](Savnsmynd)

Tøkan nakað lægri 

Samlaða tøkan í øðrum ársfjórðingi fyri aligeiran hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi var 19.700 tons í kruvdari vekt, í mun til 28.200 tons sama ársfjórðing í fjør. Harav vórðu 17.100 tons tikin í Føroyum, í mun til 17.600 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 6.600 tons í kruvdari vekt tikin, í mun til 10.600 tons sama ársfjórðing í fjør.

Samlaða tøkan í fyrra hálvári 2022 fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 41.200 tons í kruvdari vekt, í mun til 49.200 tons fyrra hálvár í fjør. Harav vórðu 30.600 tons tikin í Føroyum, í mun til 31.600 tons fyrra hálvár í fjør. Í Skotlandi vórðu 10.600 tons í kruvdari vekt tikin, í mun til 17.600 tons fyrra hálvár í fjør.

Tilsamans vórðu 6,2 milliónir smolt sett út í øðrum ársfjórðingi, í mun til 5,2 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 3,3 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 2,8 milliónir smolt í Skotlandi.

Tilsamans fyri fyrra hálvár 2022 vórðu 10,4 milliónir smolt sett út, í mun til 9,3 milliónir smolt fyrra hálvár í fjør. 5,3 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 5,1 milliónir smolt í Skotlandi.

Góð hálv milliard lá eftir 

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 509 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2022, í mun til 348 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 617 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2022, samanborið við 343 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í fjør. Laksaprísirnir vóru hægri í øðrum ársfjórðingi, samanborið við annan ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 41 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2022, í mun til eitt rakstrarúrslit á 53 annan ársfjórðing í fjør. Óvanligt felli førdi við sær ein  kostnað á 57 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2022, í mun til 7 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 5,3 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2022, í mun til eitt rakstrarúrslit á 48,6 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í øðrum ársfjórðingi 2022 var 119 milliónir krónur, samanborið við 57 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.267 milliónir krónur við endan á øðrum ársfjórðingi, 2022 í mun til 2.126 milliónir krónur við árslok 2021. Bakkafrost hevði 2.924 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á øðrum ársfjórðingi 2022.

Á ársaðalfundinum í apríl varð samtykt, at gjalda 5,14 krónur út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 304 milliónir krónur, ið vórðu goldnar tann 20. mai 2022.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2022

20 Leygardagur 27. august 2022

Útbyggja smoltstøðina á Viðareiði enn meira

2.000 rúmmetrar verða lagdir afturat hjá Bakkafrosti á Viðareiði. Efitr ætlan verður nýggja høllin klár at taka í nýtslu komandi summar

Smoltstøðin á Viðareiði (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrr í hesum mánaðinum skrivaði Bakkafrost undir sáttmálar við fyritøkurnar Malltek, RV-tøkni og Nomatek um útbygging av Høll D á smoltstøðini á Viðareiði við 2.000 rúmmetrum. 

Hesum boðar Bakkafrost frá í vikuni.

Høllin verður útgjørd við nýggjastu tøkni, og útbyggingin fevnir eisini um dagføring av biofiltri og vatnendurnýtslu, soleiðis at upp móti 99 prosent av vatninum verður endurnýtt.

Íløgan er ein liður í felagsins strategi at ala laksin longri á landi, ið fer at merkja lægri lívfrøðiligan váða og betri fiskavælferð.

Eftir ætlan verður nýggja høllin klár at taka í nýtslu á sumri 2023.

Í løtuni starvast umleið 20 fólk á støðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2022

21
Leygardagur 27. august 2022

Hiddenfjord tilnevnt Reuters heiðursløn fyri burðardygd

Responsible Business heiðurslønir hjá Reuters viðurkenna fyritøkur, ið hava jaliga ávirkan á vinnulívið, samfeløg og umhvørvið, og sum ganga á odda á hesum økjum – tilnevningin er serliga grundað á avgerðina hjá føroysku alifyritøkuni at flyta laksin sjóvegis heldur enn loftvegis

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Altjóða tíðindastovan Reuters hevur tilnevnt føroysku alifyritøkuna Hiddenfjord eina heiðursløn fyri átøk fyri burðardygd.

Tilnevningin er serliga grundað á avgerðina hjá føroysku alifyritøkuni at flyta laksin sjóvegis heldur enn loftvegis, skrivar Hiddenfjord í tíðindaskrivi.

Responsible Business heiðurslønir hjá Reuters viðurkenna fyritøkur, ið hava jaliga ávirkan á vinnulívið, samfeløg og umhvørvið, og sum ganga á odda á hesum økjum.

CO2-útlátið fyri langvegis flutning av laksi hjá Hiddenfjord er minkað heili 94 prosent, síðani alifyritøkan gavst at flúgva laks fyri skjótt tveimum árum síðani. Hiddenfjord skrivar, at umleið 100.000 tons av CO2-eindum eru spard við at sigla í staðin fyri at flúgva.

– Vit eru partur av einum altjóða heimi, ið hevur felags ábyrgd at hugsa um umhvørvið og avbjóðingarnar, ið veðurlagsbroytingar hava við sær. Vit mugu tora at taka stór stig, sum gera veruligan mun, tá ið talan er um útlát, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

Hiddenfjord er tilnevnt í bólkinum Business Transformation Awards. Millum fyritøkurnar, ið eru tilnevndar eina Responsible Business heiðursløn, eru PepsiCo, Microsoft, Amazon, Volvo og Nestlé.

Hósdagin 13. oktober verður greitt, hvør vinnur eina Responsible Business heiðursløn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2022

22
Leygardagur 27. august 2022

Meira av makreli í Norðurhøvum

Vísitalið av makreli fyri Norðurhøv er hækkað við 43 prosentum í mun til í fjør. Hetta vísir nýggj norðurlendsk kanning, ið eisini vísir, at heilt lítið av makreli var í føroyskum øki í ár, og at makrelurin framhaldandi flytir seg eystureftir

Vísitalið fyri norðhavssild er eisini hækkandi - við knapt 20 prosentum í mun til í fjør (Mynd: havstovan.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Úrslitini frá árligu felags kanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark, Íslandi og Grønlandi, eru nú tøk.

Hetta skrivar Havstovan á heimasíðu sínari.

Tað er millum annað greitt, at vísitalið av makreli fyri Norðurhøv er hækkað við 43 prosentum í mun til í fjør. Støðið er tó lægri ár, samanborið við árini fram til 2020. Hetta kemst av, at at vísitalið í fjør minkaði niður í eina helvt,

Havstovan skrivar, at síðstu fýra árini hevur makrelurin flutt seg eystureftir aftur; úr Eysturgrønlandi til einans at vera út fyri eysturlandinum í Íslandi í fjør. Í ár var makrelur aftur at síggja vestan fyri Ísland. 

Kanningarnar benda á, at nógvur makrelur er at finna norðarlaga í kanningarøkinum, heilt norður í Framsundið. Í Norðsjónum minkaðu nøgdirnar nakað í mun til í fjør, tá nógv av 1 og 2 ára gomlum makreli var at síggja. Samstundis kann staðfestas, at sera lítið av makreli var í føroyskum øki í ár.

[object Object]

Mett nøgd av makreli í yvirlitstrolingini á sumri (milliónir tons), tíðarskeiðið 2007-2022
[object Object]

Útbreiðsla og nøgd (tons) av makreli í yvirlitstrolingini summarið 2022


Hugt varð eisini eftir sild: Vísitalið fyri norðhavssild hækkaði við knapt 20 prosentum í mun til í fjør.

- Tað er serliga 2016 árgangurin, seks ára gomul sild, sum sæst í kanningunum. Hesin árgangurin er mettur at vera góður.

Vísitalið fyri svartkjaft er á sama støði sum í fjør. Nógv av eitt og tvey ára gomlum svartkjafti er at síggja víða um. Lítið er til av stórum svartkjafti.

Úrslitini frá hesum kanningunum, saman við øðrum kanningum og veiðutølum frá í fjør, eru júst latin arbeiðsbólkinum WGWIDE, sum í hesum døgum ger stovnsmetingar av uppsjóvarfiski í ICES. Úrslitini av stovnsmetingunum verða tøk 30. september, sambært Havstovuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2022

23
Leygardagur 27. august 2022

Fleiri túsund fólk á sjómannadegi hóast oysandi regn

Tað hevur oysregnað stóran part av degnum, men kortini var ein rúgva av fólki á Sjómannadegi í Klaksvík

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Regnklæðir og regnskjól var vinurin hjá fólki á Sjómannadegnum í dag. Tað oysregnaði til klokkan fýra ella so seinnapartin.

Sum altíð, so var bíðirøðin til fisk og kips frá JFK sera lang.

Sí myndir sum vit tóku í regninum:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Sí fleiri myndir her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2022

24
Leygardagur 27. august 2022

Akraberg hevur roynst sera væl

Onkrir smávegis avbjóðingar vóru fyrstu dagarnar, men tær vóru til at loysa. Trolarin er sjógóður og tá vit hálaðu kom nærum eingin sjógvur inn á dekki, sigur Thorfinn Johannesen, stýrimaður á Akrabergi

Thorfinn Johannesen, stýrimaður á Akrabergi (Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Eftir ein góðan mánað umborð má eg við gleði siga, at skipið hevur roynst sera væl. Onkrir smávegis avbjóðingar vóru fyrstu dagarnar, men tær vóru til at loysa. Trolarin er sjógóður og tá vit hálaðu kom nærum eingin sjógvur inn á dekki. 

Tað sigur Thorfinn Johannesen, stýrimaður á Akrabergi.

- Nærum alt er størri og betri umborð her enn umborð á gamla Akrabergi. Hann kraftar væl, og er góður at sigla við. Harafturat klára vit at hagreiða og frysta væl fleiri tons um samdøgnið enn við gamla, hann lastar meiri og frysti fiskurin stendur á plattum, sigur hann.

- Umstøðurnar hjá manningini eru eisini nógv betri, tí nú hevur hvør maður sítt kamar við vesi og brúsu, og tað dámar teimum væl, sigur hann,

- Teir nýggju motorarnir eru nógv økonomiskari enn teir gomlu vóru. Eg kann nevna fyri at samanbera, at motorurin í nýggja Akraberg brennur nærum tað sama í olju, sum motorurin í Vesturvón, hóast hann er væl størri og kraftar nógv betri. Harafturat royna vit nú við tveimum trolum, sum eru væl størri enn tað eina trolið Vesturvón fiskaði við, sigur Thorfinn. 

- Hetta er fyrsti nýbygningur eg sigli við, so tað í sjálvum sær er eitt upplivilsi. Vesturvón var eitt ár tá eg fór við har sum stýrimaður í 1980-unum. Tað er stórur munur á skipunum, hóast fleiri av fiskileiðunum eru tær somu, sigur Thorfinn Johannesen, sum hevur fiskað í Barentshavinum í 36 ár.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2022

25
Leygardagur 27. august 2022

Hav Brim fyrstu ferð í Føroyum

Hetta er annað av tveimum skipum, sum Navigare í Søldafirði keypti í vár

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Í vár keypti reiðaríið Navigare í Søldafirði tvey systurskip úr Írlandi, sum eru bygd í 2008. Tey hava fingið ymiskar ábøtur, eru dagførd og eru umbygd til sjálvlossarar í Pólandi. 

Nú eru bæði skipini, Hav Brim og Hav Sund, farin í vinnu.

Í vikuni kom Hav Brim fyrstu ferð til Føroyar, tá tað kom á Kollafjørð við skervi. 

Hav Brim er 89,90 metrar langt og 14,40 breitt og lastar 4600 tons. Motorurin er ein 1980 KW MAK.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2022

26 Leygardagur 27. august 2022

100 ára føðingardagur á sambýlinum Oman Hoydalar

Ingibjørg Hentze fylti 100 ár mikudagin. Seinnapartin var samkoma á sambýlinum, har hon hevur búð síðani 2013

Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður viå almannamálaráðnum var eisini í føðingardegi (Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stór og hugnalig samkoma var á Sambýlinum oman Hoydalar mikudagin, nú Ingibjørg Hentze fylti 100 ár. Ingibjørg hevur búð á sambýlinum síðan 2013.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, vitjaði inn á gólvið og helt stutta røðu fyri Ingibjørg. Hann nevndi, at tað altíð er hugaligt at koma í føðingardag hjá fólki, ið røkka høgan aldur. Og serliga sjáldsamt er at sleppa at vitja fólk, sum røkka so høgum aldri, at tey eru farin at ganga ímóti teimum tveyhundrað.

Hann ynskti Ingibjørg tillukku við degnum og nevndi eisini, at tað er ein stórur heiður at vera boðin við at hátíðarhalda henda dagin við føðingardagsbarninum og teimum avvarðandi, og tað takkaði hann hjartaliga fyri.

Ólavur Frederiksen tók myndirnar fyri Tórshavnar kommunu:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2022

27 Leygardagur 27. august 2022

NCC kann kortini ikki bora Fámjinstunnilin

Hetta kemst av, at tíðarætlanin er forskotin. Tá byrjað verður at borað - einaferð í vetur - verður tað ein norsk fyritøka, ið fer at gera arbeiði, sigur stjórin í Landsverk. Hann staðfestir, at hetta ikki fer at ávirka samlaðu tíðarætlanina ella kostnaðin

Uni Rasmussen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki og Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen tá sáttmálin til Fámjinstunnilin var undirskrivaður (Mynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í mai varð arbeiðstøkusáttmálin um Fámjinstunnilin undirskrivaður millum Landsverk og Pf. J&K Petersen, og í summar byrjaði vegagerðin.

Ætlanin var upprunaliga, at fyrsta skotið skuldi latast av longu tá tíðliga í summar, fyrr í summar varð sagt, at tað skuldi verða "seinni í heyst", men seinkanir hava verið í verkætlanini - millum annað tí at ein eykajáttan á 40 milliónir hevur verið neyðug. 

Ein av avleiðingunum av hesum er, at NCC hevur frásagt sær uppgávuna at bora Fámjinstunnilin. Undirveitarin, ið skuldi bora fyri J&K Petersen, fær ikki verið við til uppgávuna, nú verkætlanin er seinkað so mikið.

Sigurd Lamhauge, stjóri hjá Landsverki, sigur við Kringvarpið, at NCC hevur aðrar upggávur, og at tað er harmiligt, at undirveitarin kortini ikki verður við í verkætlanini. Tó er ein nýggjur nú góðkendur. Talan er um eitt norskt felag við royndum við slíkum verkætlanum.

Stjórin hjá Landsverki staðfestir eisini, at sum nú er heldur samlaða tíðarætlanin við Fámjinstunnlinum - øll verkætlanin skal eftir ætlan verða liðug miðskeiðis í 2024, skrivaði Landsverk fyri tveimum mánaðum síðani. Eisini skal kostnaðurin halda. Beint yvir 200 milliónir eftu játtaðir til Fámjinstunnilin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2022

28 Leygardagur 27. august 2022

Fara nú undir risastóru útstykkingina á Argjahamri

Alt arbeiðið skal vera avhandað í juli í 2024, og tá fara einar 180 búeindir at standa klárar. Tórshavnar kommuna og MTH Føroyar undirskrivaðu avtaluna í vikuni

Articon er farið undir gera arbeiðsvegin (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Týsdagin varð sáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og MTH Føroyar í sambandi við vegagerð, planering, leiðings- og lendisarbeiði í sambandi við
útstykkingina á Argjahamri, sum kann koma at umfata einar 180 búeindir.

Tað upplýsir Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Sáttmálin við MT Højgaard, sum átti lægsta tilboðið, umfatar planering, leiðings- og lendisarbeiði í sambandi við útstykkingina á Argjahamri.

[object Object]Mynd: torshavn.fo 

Talan er um stórt arbeiði, og tað verða raðhús, sethús og íbúðir, sum næstu tvey árini verða gjørd á Argjahamri.

Articon er farið undir gera arbeiðsvegin, og tað arbeiðið er longu komið væl áleiðis, skrivar torshavn.fo. Nakað av avbjóðingum hava verið við smaa vegnum út á Glyvursnes, ið so at siga lá oman í túnini hjá fólki, men verður nú fluttur nakað væl niðanfrá.

Alt arbeiðið skal verða avhandað í juli í 2024, men byggistigini verða avhandað ávegis. Mett verður, at talan verður um einar 180 búeindir, sambært Tórshavnar kommunu.

[object Object]Mynd: torshavn.fo 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2022

29 Leygardagur 27. august 2022

Onki asfalt enn – men neyðugt er at skifta bilverjuna út

Farið verður eisini at bøta um lendingina í Hattarvík, um játtan verður tøk, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður

Kirkja (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vegurin millum Hattarvík og Kirkju verður ikki asfalteraður enn, men rulluportrini og bilverjan eru vánalig og treingja til ábøtur.

Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, í skrivligum svari til Beintu Løwe, sum setti landsstýrismanninum spurningar um asfaltering og aðrar ábøtur á vegir og lendingar í Fugloy.

Sambært landsstýrismanninum er ikki neyðugt at asfaltera vegin.

Uni Rasmussen kemur ikki inn á nær farið verður undir arbeiðið, ið hann metir at vera meira neyðugt, nevniliga at bøta um rulliportrini og skifta bilaverjuna út.

“Neyðugt er at raðfesta hesi arbeiði fremri”, ljóðar orðingin í svarinum.

Løgtingskvinnan spurdi eisini um hvørjar ætlanir eru um umælingar av lendingunum í Hattarvík og Kirkju.

Landsstýrismaðurin vísir á, at atløguviðurskiftini á Kirkju eru batnað munandi við teimum umvælingum, sum vórðu gjørdar í fjør.

Hann lovar eisini at fara undir at betra um lendingina í Hattarvík, “um játtan verður tøk”.

Í fyrsta umfari snýr tað seg tó um at tryggjað lendið oman fyri lendingina, soleiðis at tað ikki ríður oman, skrivar landsstýrismaðurin. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2022

30 Leygardagur 27. august 2022

266 nýggj lesandi byrjaðu á Setrinum

Innleiðsla á Fróðskaparsetri Føroya var mánadagin

(Mynd: Johan Hansen/Setur.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Klokkan níggju mánamorgunin var fullsett í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, tá 266 nýggj lesandi møttu til innleiðsluna til lestrarlívið á Setrinum.

Chik Collins, rektari, bjóðaði teimum vælkomin, og umboð fyri lestrarskrivstovuna greiddu frá um Setrið og tær stuðulstænastur, sum lesandi kunnu brúka, meðan tey lesa á Setrinum.

Av teimum 266, sum byrjaðu, eigur námsvísindadeildin størsta partin av teimum, tí 87 teirra fara hagar at lesa. 61 byrja á søgu- og samfelagsdeildini, 59 á náttúruvísindadeildini, 46 á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og 13 fara á føroyamálsdeildina, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2022

31 Leygardagur 27. august 2022

Avdúking í Føroyum uttan føroyskar møguleikar

Ongin føroyingur verður á listanum yvir tilnevnd – onki uppskot kom úr Føroyum til umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár

(Mynd: norden.org)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Komandi hósdag, 1. september, verður gjørt klárt til almannakunngerðing av hvørji eru í uppskoti at fáa umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.

Hetta hendir í Norðurlandahúsinum í Havn í tilknýti til ráðstevnuna ‘Náttúruloysnir í norðurlendskum høpi’, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum henda seinnapartin.

Stroymt verður beinleiðis úr Norðurlandahúsinum umvegis heimasíðuna hjá norðurlendska ráðharraráðnum og Norðurlandaráðnum, norden.org.

Men tað verður ongin føroyingur millum tey tilnevndu í ár.

Tað hevur sama heimasíða longu avdúkað. Tað er soleiðis við umhvørvisvirðislønini – mótsatt hinum virðislønunum hjá Norðurlandaráðnum – at tað almenningurin, sum kemur við innstillingum eftir nøkrum ávísum treytum á hvørjum ári, og síðan er tað ein dómsnevnd, sum tilnevnir út frá hesum innstillingum.

Við hinum virðislønunum er tað soleiðis, at tað er ein lokal dómsnevnd í hvørjum landi, sum tilnevnir møguligar vinnar úr hvør sínum landi.

Umhvørvisvirðislønin í ár fer til persón ella felagsskap, sum hevur “gjørt ein serligan innsats fyri lívmargfeldi og veðurlagskreppuna við náttúrugrundaðum loysnum”.

Inn komu 72 uppskot. Men onki kom úr Føroyum.

Føroyar hava annars glæsiligar royndir við júst umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins. Tríggjar ferðir er virðislønin farin til Føroyar. Í 2006 til Boga Hansen, í 2015 til Sev og í 2020 til Jens-Kjeld Jensen.

Listin yvir innkomnu uppskotini sæst her

  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2022

32 Leygardagur 27. august 2022

Japanski sendiharrin var við til avdúking

Umboð fyri japanskan stórídnað og fiskivinnu vóru eisini við, tá nýggja japansk-føroyska orðabókin varð løgd fram á á Reinsarínum. Ein avbera góð byrjan til eitt gott vinalag og eitt umfatandi framtíðar samstarv, mentanarliga og vinnuliga, segði Kristianna Winther Poulsen, sum helt røðu vegna Tórshavnar kommunu

Manabu Miyagawa í Reinsarínum í týskvøldið (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað er vorðið so mikið væl umtókt hjá føroyingum at læra seg japanskt, at vit halda, at tey, ið fara undir kvøldskúla í japonskum í heyst, eiga at sleppa at arbeiða inni á Sprotanum.

Soleiðis skrivaðu tey á Sprotanum í tíðindaskrivi fyri nøkrum døgum síðani, í samband við at ein japansk-føroysk og ein føroysk-japansk orðabók vóru á veg.

Týskvøldið vórðu nýggju orðabøkurnar avdúkaðar á stórum japanskt-føroyskt tiltaki á Reinsarínum í Havn.

Har vóru nøkur, ið hildu røðu: Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum, Sunnvá á Geilini Asano, ið greiddi frá arbeiðnum við orðabókunum, umframt japanski sendiharrin í Keypmannahavn. 

59-ára gamli Manabu Miyagawa hevur verið á Føroyavitjan, og var við til tiltakið saman við sínum embætisfólkum. Fleiri umboð vóru frá uttanríkistænastuni og fýra umboð vóru fyri japanska stórídnaðin og fiskivinnuna. Føroyskur tónleikur, haiku-upplestur og annað varð framført. 

[object Object]
Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum 

[object Object]
Kvinnukórið Silvitni sang m.a. ein sang á japanskum 

[object Object]
Kristianna Winther Poulsen og Heðin Mortensen, borgarstjóri (Myndir: torshavn.fo)

Hetta tiltakið kundi metast at vera eina avbera góða byrjan til eitt gott vinalag og eitt umfatandi framtíðar samstarv, mentanarliga og vinnuliga. Soleiðis segði Kristianna Winther Poulsen, sum helt røðu vegna Tórshavnar kommunu.

Tað eru hjúnini Sunnva og Hiromasa Asano, sum í tvey ár hava arbeitt við orðabókunum, og higartil hava tey fullfíggjað 10.000 leitorð í hvørjari bók.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2022

33 Leygardagur 27. august 2022

Svensku vísurnar hjá Regini Dahl framførdar

5.-7. september verður høvi hjá føroyingum at hoyra sangir hjá vælumtókta tónaskaldinum við løgum, sum hann skrivaði til svenskar yrkingar – konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum, í Salt og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í døgunum 5.-7. september verður høvi hjá føroyingum at hoyra tónleik hjá Regini Dahl, sum tey fæstu munnu kenna.

Hesar dagarnar fara svenski operasangarin, Fredrik Zetterström, og føroyski klaverleikarin, Axel Remmel, at framføra sangir hjá vælumtókta tónaskaldinum, við løgum sum hann skrivaði til svenskar yrkingar.

Regin Dahl skrivaði løg til eini 50 yrkingar eftir svensku yrkjararnar Erik Axel Karldfeldt og Gustav Fröding, og royndi seg her við alskyns tónleikasløgum, eitt nú valsi, marsji, romansu, tango og mazurka. Sermerkt við løgunum er eisini, at sangarin og klaverleikarin hava hvør sín sjálvstøðuga leiklut – eins og í lied-tónleiki.

Í sambandi við konsertina verður nýggj nótaútgáva løgd fram, verður sagt í tíðindaskrivi.

Tað er Regin Dahl-fjepparin Hugin Eide, sum hevur savnað umleið 30 av “svensku” løgunum hjá Regini, og gevur tey út á sínum forlagi. Hans Pauli Tórgarð hevur lagt nótarnar til rættis eftir upprunaligu framførslunum hjá Regini, sum vórðu tiknar upp á band í 1960unum og -70unum. Undan konsertini verður ein stutt framløga av nótaútgávuni.

Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum 5. september, í Salt 6. september, og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 7. september. Konsertirnar eru eitt samstarv ímillum hesi trý mentanarhúsini umframt Summartónar og Edition H. Eide.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2022

34 Leygardagur 27. august 2022

Klingra á konsertferð í Føroyum

Seinasta konsertin á hesum sinni er í Syðrugøtu í kvøld

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bólkurin Klingra hevur sítt útgangsstøði í Føroyum og virkar hiðani. Limirnir eru úr Føroyum, Danmark, Finnlandi, Lettlandi og Noregi. Øll eru eru yrkistónlistafólk og tónleikarar við nógvum royndum frá bólkum sum t.d. Jack White, Savage Rose, Afenginn og Teitur.

Klingra er nú til reiðar við teirra fyrstu útgávu. Frumútgávan, ið kallast “..eftir”, kemur út 3. mars 2023.

Tónleikurin og tekstirnir (á føroyskum) eru nágreiniliga lagdir til rættis, í eini roynd at skapa eitt listarligt rúm, sum skapar pláss til tankar og kenslur.

Genran sveimar á markinum millum klassiskan og rútmiskan tónleik, við løttum vavstri av elektronikki, inn í okkurt, sum kundi kallast “indie-klassikur” tónleikur.

Konsertir hava verið í Havn og í Nólsoy í vikuni. Tann triðja og seinasta á hesum sinni verður í Tøting í Syðrugøtu í kvøld kl. 21.

Frumútgávan “...eftir” er ein tónlistarlig lýsing av einum sorgarleiki mitt í farnu øld.

Verkið er tó ikki um sorg og sút, men heldur um kærleika og virðing fyri einum, sum altíð tók onnur fram um seg sjálvan. Ein kensluborin bogi spentur millum longsul og takksemi.

Vit skulu 70 ár aftur í tíð, til føroyingahavnina í Grønlandi. Til kvirruna.

Føroyingahavnin

Fyri øld síðan vóru føroyskir sjómenn so kroystir av enskum og týskum trolarum her um leiðir, at neyðugt var at flyta virksemi norðureftir til Grønland og Ísland.

Í Føroyingahavnini virkaði mangur føroyskur sjómaður, nærmast árið runt, at tjena til dagligt breyð.

Ein av hesum monnum var Napoleon á Neystabø, uppvaksin í Haldórsvík. Napoleon var abbi Dánjal á Neystabø, limur í Klingra.

Hetta verk er ognað honum.

Napoleon sigldi úti størsta partin av lívinum. Stutt áðrenn hann doyði, 94 ára gamal, gjørdi Dánjal eina bandaða samrøðu við hann, um hansara tíð og upplivingar í Føroyingahavnini. Á upptøkuni greiðir hann m.a. frá eini hending, tá ein bátur sakk og 14 menn doyðu. Hesa frágreiðing hevur bólkurin Klingra valt at taka støði í.

Tónleikurin er ein samanhangandi eind, sum við nærlagni er uppbygt av styttri motivum sum eisini virka sum sjálvstøðug stykki.

Umframt at vit hoyra Napoleon greiða frá á, hevur Klingra upptikið ljóð úr føroyingahavnini, sum eru viðgjørt og brúkt í tónleikinum.

Útgávan "...eftir" snýr seg um at standa eftir:

...eftir á kaiini tá báturin fór til Grønland
...eftir á ísinum tá kisturnar vóru bornar burtur
...eftir tá tú hevur mist
...eftir, sum leivdirnar í føroyingahavnini í dag


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2022

35 Leygardagur 27. august 2022

Ódjór - nýggj føroysk ræðusøga

Útgávutiltak fyri ung um nýggju bókina "Ódjór" verður í Margarinfabrikkini í dag

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í sambandi við, at Bókadeildin gevur út nýggja upprunaføroyska bók, verður skipað fyri spennandi og stuttligum útgávutiltaki fyri børn og vaksin.

Bókin vendir sær serliga til børn 10-13 ára aldur, og tiltakið verður í dag kl. 15 í Margarinfabrikkini í Havn. “Ódjór” er ein ræðusøga, men snýr seg eisini um vinir og einsemi.

Silja Aldudóttir hevur skrivað bókina um Astu, sum gongur í skúla í Havn. Bókin er flott og prýdd við tekningum eftir Bárð Dal Christiansen.

Á tiltakinum verður greitt frá bókini, ung í Margarinfabrikkini spæla tónleik og eisini fer Bárður DC at læra frá sær at tekna umframt at bókin verður til sølu fyri serprís.

Um bókina

Vatnflóð og jarðskjálvtar eru í býnum, men eingin veit hví.

Úr sínum loyniliga træi sær Asta rotturnar tysja runt í viðarlundini. Í skúlanum droymir hon um, at takið sorlast niður í høvdið á teimum øllum. Undir asfaltinum og betonginum hóttir ein vera við at leggja allan býin í oyði. Ein dagin stendur Asta andlit til andlits við hana.

Ein søga um ódjórini, sum liva rundan um og innan í okkum.

[object Object]Silja Aldudóttir hevur skrivað (Mynd: setur.fo)

[object Object]
Bárður DC hevur teknað 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2022

36 Leygardagur 27. august 2022

Ole Ivars bjóðar upp til ein seinasta dans í Føroyum

Norski dansibandsbólkurin var fyri fyrstu ferð í Føroyum fyri nítjan árum síðani. Leygarkvøldið 22. oktober hevur Ole Ivars konsert í høllini á Hálsi - talan er um seinastu konsertferðina hjá bólkinum

Norski dansibandsbólkurin Ole Ivars hevur næstan 60 ár á baki, og hevur verið sera vælumtóktur í Føroyum og norðurlondum í nógv ár
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Teir vóru fyrstu ferð í Føroyum í 2003, og í oktober koma teir aftur – norsku dansikongarnir úr Ole Ivars. Hesaferð í samband við teirra seinastu konsertferð undir heitinum “Siste Dansen”. 

Hesum boða fyrireikararnir, eventz.fo, frá. Skrivað verður soleiðis um kenda norska bólkin: 

- Norski dansibandsbólkurin Ole Ivars hevur verið sera vælumtóktur í Føroyum og norðurlondum í nógv ár. Bólkurin byrjaði sum ein tannráringabólkur í 1964, og síðani hava teir sitið á dansitrónini í bæði Noregi og øðrum londum í Skandinavia. Hesi næstan 60 árini hava teir spælt í nógvum ymiskum londum, og hava fingið milliónir av fólki upp á gólv við teirra frálíku tónum og til tíðir skemtiligu tekstum. Hesi árini hava teir eisini fingið hópin av tónleikavirðislønum, har ímillum eisini ta størstu í Noregi, nevniliga "Årest Spelband", ið teir fingu í 1999. 

Ein hin best umtókti sangurin hjá Ole Ivars er ivaleyst "Jeg trodde englarne fanst", men eisini “Nei, så tjukk du har blitt”, ið flest allir føroyingar munnu kenna. 

Í Føroyum syrgdi serliga Elis Poulsen, sáli, fyri, at Ole Ivars ljómaðu kring landið, og eru talan helst um tann mest spældi dansibólkurin í Kringvarpinum.

Tað verður leygarkvøldið 22. oktober, at Ole Ivars bjóða upp til ein seinasta dans í Føroyum. Tað verður í høllini á Hálsi, og umframt Ole Ivars, fara eisini Hans Jacob Hjelm við orkestri og Finnur Olsen frá “Upp á tá” at luttaka við dansitónleik.

Dansurin byrjar klokkan 22 og endar klokkan 03.45.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2022

37 Leygardagur 27. august 2022

Næstan 100.000 atgongumerki seld uppá ein hálvan tíma

Tað verður fullsett í Parkini bæði 5.og 6. juli, tá bretski bólkurin Coldplay fyri fyrstu ferð í sjey ár spælir í Danmark

Tá Coldplay seinast spældi í Parkini - í juli 2016
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sum patur av Music of Spheres konsertferðini hjá Coldplay, sum í løtuni er í gongd, eru tvær konsertir á skránni í Parkini í Keypmannahavn tíðliga í juli næsta ár.

Atgongumerki til hesar konsertirnar vórðu settar til sølu hósdagin klokkan 10 danska tíð, og eins og tað hevur verið til fleiri av konsertunum hjá Coldplay á konsertferðini, fór eitt stórt tal av atgongumerkjum innan eina lítla løtu.

Klokkan var áleið hálvgum ellivu, tá tað var útselt. Talan er samanlagt um áleið 100.000 atgongumerki. Hetta upplýsir Live Nation fyri Ekstrablaðnum.

[object Object]Chris Martin, oddamaður í Coldplay

Konsertirnar hjá stóra bretska pop-bólkinum í Keypmannahavn eru á skránni 5. og 6. juli 2023. Talan verður um tær fyrstu konsertirnar hjá Coldplay í danska høvuðsstaðnum í sjey ár - 5. juli er eisini stór konsert í Royal Arena í Keypmannahavn, tá Elton John spælir á sínum farvæl-túri.

Music of Spheres konsertferðin byrjaði í mars, og Chris Martin og hinir hava higartil fingið góð ummælir fyri konsertirnar. Í næstum skal Coldplay spæla í Suðuramerika.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2022

38 Leygardagur 27. august 2022

Heilt sjáldsamar myndir av Jupiter

Myndir tiknar við nýggja James Webb teleskopinum avmynda veruleikan sum hann sá út fyri 13 milliardum árum síðani

Jupiter í eftirgjørdum litum fyri at tað skal síggjast týðuligari (Mynd: Nasa / EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Heimsin størsti stjørnukikari, hevur tikið heilt sjáldsamar myndir av Jupiter, størstu gongustjørnuni í okkara sólarskipan.

James Webb-teleskopið tók myndirnar í juli, og fangaði báðar pólarnar á jupiter og stóra reyða blettin á gongustjørnuni, sum er ein stormur í atmosferuni á Jupiter.

- Vit hava ongantíð sæð Jupiter soleiðis fyrr. Tað er ótrúligt, sigur Imke de Pater, professari á University of California, og leiðari fyri verkætlanini, sambært The Guardian.

Tær infrareyðu myndirnar eru í eftirviðgerðini litaðar við bláum, hvítum, grønum, gulum og appelsingulum. Hetta fyri betri at kunna vísa gongustjørnina.

James Webb teleskopið er komið fyri Hubble-teleskopið, ið varð sent út í rúmdina í 1990. Nasa sendi nýggja stjørnukikaran út í rúmdina úr Suðuramerika í desember í fjør.

Kikarin skal gera tað møguligt hjá stjørnufrøðingum at síggja longur aftur í tíðina enn nakrantíð fyrr. Heilt aftur til skapanina av teimum fyrstu stjørnunum og stjørnubreytunum fyri 13,7 milliardum árum síðani.

Tað er bert 100 milliónir ár frá “big bang”, verður sagt.

Ein upptøka við víðvinkli er serliga dramatisk, og vísir ringar kring gongustjørnuna umframt tveir smáar mánar.

Judi Smith, hjálpari hjá Imke de Paater, sigur, at stjørnufrøðingar ikki høvdu væntað at fáa so góðar upptøkur, sum komnar eru. James Webb-kikarin liggur í eini ringrás 1,6 milliónir kilometrar frá jørðini.

Kikarin skal veita granskarum vitan um menningina av teimum allar fyrstu stjørnunum og stjørnuskipanunum.

Fyrstu upptøkurnar vórðu í juli “frumsýndar” í Hvítu húsunum í USA fyri Joe Biden, forseta. Tær vísa eitt nú stjørnuskipanir, sum liggja meira enn 13 milliardir ljósár burturi.

Tað merkir, at myndirnar, sum teleskopið fangar, eru avmyndaðar, sum tær í veruleikanum sóu út fyri 13 milliardum árum síðani, skrivar Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2022

39 Leygardagur 27. august 2022

Tvey toppembætisfólk send heim orsaka av minkagøluni

Men høvuðsembætisfólkið í gøluni – Barbara Bertelsen – slapp við ávaring

Barbara Bertelsen (í bláum framma til høgru) á listaframsýning í Klaksvík í samband við Føroyavitjanina hjá Mette Frederiksen í juni (Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danska stjórnin tók mikudagin avgerð í sokallaðu minkagøluni og sendi minst tvey høgtstandandi embætisfólk heim og gav eina røð av øðrum ávaringar.

Men ikki kvinnuna, ið av nógvum hevur verið lýst sum høvuðsskálkurin í allari gøluni, nevniliga Barbaru Berthelsen, aðalstjóra í forsætismálaráðnum, varð ikki send heim.

Hon fekk ‘einans’ eina ávaring.

Avgerðin varð tikin út frá einum úrskurði, ið júst er komin frá stovninum, ið kallast Medarbejder- og Kompetencestyrelsen.

Hetta merkir eitt nú, at løgmálaráðið hevur sent ovastan í løgregluni, Thorkild Fogde heim fyribils, meðan kannað verður hvat víðari skal henda við honum.

Umhvørvismálaráðið hevur sent Henrik Studsgaard, deildarleiðara í ráðnum, heim. Hann var deildarleiðari í matvørumálaráðnum, tá minkamálið koyrdi.

Tað var 30. juni í ár, at sokallaða Minkkommissionen kom við síni frágreiðing, har bæði Mette Frederiksen, forsætismálaráðkvinna og fyrrverandi umhvørvis- og matvøruráðharrin, Mogens Jensen, vóru fyri ábreiðslum.

Í alt eru reist agamál (disciplinærsag) móti 10 embætisfólkum, skrivar dr.dk. Talan er um leiðandi embætisfólk í forsætismálaráðnum, umhvørvismálaráðnum, løgmálaráðnum, matvørumálaráðnum og í ríkisløgregluni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2022

40 Leygardagur 27. august 2022

Forsætisráðfrúan var ‘clean’

Tað fall nógvum fyri bróstið, tá eitt filmsbrot lak út, har at finski stjórnarleiðarin skemtaði sær meira enn tey hildu vera hóskandi fyri eina forsætisráðfrúu

Sanna Marin svaraði spurningum viðvíkjandi filmsbrotinum á tíðindafundi fríggjadagin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Finski stjórnarleiðarin, Sanna Marin, hevur ikki verið ávirkað av narko. Ein narkotest er gjørd av henni, og hon er negativ.

Tað upplýsir finska forsætismálaráðið í fráboðan mánadagin.

- Tað eru ikki funnin evnir í narkoroyndini, ið varð gjørd av Sonnu Marin, forsætisráðfrúu hin 19. august, verður sagt í fráboðanini.

Forsætisráðfrúan hevur sjálv goldið fyri testina, verður lagt afturat.

Tað skapti til kjak og eisini øsing, tá eitt filmskut av Sonnu Marin, sum dansaði á eini veitslu, varð almannakunngjørt á sosialu miðlunum herfyri.

Hetta fekk kritikarar at vísa á, at tað ikki ber til at halda sær á gleimi á slíkan hátt, tá ein er forsætisráðharri – ella kanska serliga -frúa.

Onnur hava víst á, at forsætisráðfrúan skal kunna stuttleika sær sum onnur vanlig fólk uttan harvið at verða løgd undir ikki at røkja sítt embæti.

Sanna Marin hevur greitt frá, at hon valdi at taka narkoroyndina fyri at verja seg sjálva.

- Eg havi aldri tikið rúsandi evni í mínum lívi – heldur ikki sum tannáringur. Eg vildi ynskt, at vit livdu í einum samfelag, har fólk høvdu álit á tí eg segði. Men eg havi valt at taka royndina, tí illgruni varð reistur móti mær, segði hon á tíðindafundi farna fríggjadag, skrivar Ritzau.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2022

41 Leygardagur 27. august 2022

Finnland vil støðga russiskum transit-turistum

Russisk ríkfólk koyra til Helsingfors fyri haðani at sleppa víðari til Evropa

Russiskir marglætisbilar hópa seg upp í parkeringshúsunum við flogvøllin uttan fyri Helsingfors (Mynd: AFP)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Finnland er vorðið eitt týðandi transit-land fyri russisk ferðafólk til Evropa, nú ES hevur bannað flúgving til og úr Russlandi orsaka av krígnum í Ukraina.

Fleiri vælbjargaðir russar seta seg tí í bilin og koyra til finska høvuðsstaðin, fyri haðani at koma víðari til Evropa. Fleiri undrað russiskir marglætisbilar standa nú parkeraðir á flogvøllinum uttan fyri Helsingfors.

Finnland hevur boðað frá, at landið 1. september herðir visumkrøvini fyri russisk ferðafólk, og ætlar ikki av geva eins nógvum fólkum innferðarloyvi til Finnlands.

Fyri at russar skulu kunna brúka Finnland sum transit-land víðari út í Schengen-økið, skulu tey hava turist-visum úr Finnlandi.

Tveir av hvørjum trimum russum, sum komu til Finnlands í august, høvdu visum víðari til onnur Schengen-lond, upplýsa finskir markavørðar, sambært vg.no.

Finnland fær ikki undirtøku í Brússel í at støðga russiskum ferðafólkum til landið.

- Yvir 300.000 russar eru flýddir úr landinum, tí tey ikki vilja liva undir stýrinum hjá Putin. Skulu vit steingja fyri hesum russum? Tað heldi eg ikki er eitt gott hugskot, sigur Joseph Borrell, uttanríkisovasti hjá ES, sambært dr.dk.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2022

42 Leygardagur 27. august 2022

Onki regn: Vatntrot í Suðurevropa

Gardavatn hevur ikki ligið so lágt í mannaminni og Po áin hevur ikki verið so turr í minst 70 ár

(Mynd: google maps)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Evropa er rakt av ógvusligum turki hetta summarið. Fleiri áir eru nærum uppturkaðar, og tað merkist nú nógva staðni, at sera lítið avfall er komið niður á evropeiska meginlandinum hesa seinastu tíðina.

Eitt stað, ið er rakt, er vælumtókta ferðamálið, Gardavatn í Italia, har vatnstøðið nú er munandi lægri enn tað plagar at vera um hesa tíðina.

Turrfjøra í Gardavatni merkist serliga í býnum Sirmione, sum liggur úti á einum tanga í vatninum. Nógva staðni skulu fólk, ið ynskja at baða, ganga 20-25 metrar út eftir berari hellu, áðrenn tærnar gerast vátar, og tað er óvanligt.

Italskir miðlar skriva, at vatnstøðan er tann lægsta hon hevur verið í 15 ár. Tað er ikki vanligt, at bera hellan kemur undan, men hetta sæst fram við sjóvarmálanum í Sirmione, eins og myndirnar vísa, sum eru tiknar av GoogleMaps.

Gardavatn er størsta vatnið í Italia og er eitt av heilt stóru ferðamálunum í landinum. Men økið er hart rakt av langa skerpinginum, sum hevur verið í økinum, skrivar tv2.dk.

[object Object]

Tað er vantandi avfallið, ið er orsøk til lágu vatnstøðuna. Men eisini, at landbúnaðurin – orsaka av vantandi regninum – hevur pumpað vatn úr Gardavatninum til at væta markirnar.

Longu í farna mánaði boðaðu italsku myndugleikarnir frá neyðstøðu framvið landsins størstu á, Po, sum okkurt um ein triðingur av landsins landbúnaði, er bundin av.

Reuters skrivar, at tað ikki hevur verið so lítið vatn í Po seinastu 70 árini. 

[object Object]
Turt í ánni Po (Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2022

43 Leygardagur 27. august 2022

Sveis: Fara at gera royndir við lógligari sølu av kannabis

Sum nú er ber bert til hjá borgarum í Sveis at keypa kannabis til medisinska nýtslu ella kannabis, sum inniheldur minni enn eitt prosent THC – í landslutinum Basel-Stadt verður komandi árini kannað, hvussu atgongd til lógligt kannabis ávirkar heilsuna hjá fólki

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sveisiski landsluturin Basel-Stadt fer miðskeiðis í september undir eina roynd við at loyva sølu av kannabis.

Talan er um eina roynd, sum verður nevnd "Weed Care", sum skal vara í hálvt triðja ár. Weed Care er fyrsta stigið móti einari møguligari lógliggering av kannabis í landinum.

Sum nú er, ber til at keypa kannabis til medisinska nýtslu í Sveis, men um talan er um kannabis til aðra nýtslu, kann tað bert keypast lógligt, um tað inniheldur minni enn eitt prosent THC.

Royndin er tann fyrsta av fleiri, sum er góðkend av heilsumyndugleikunum í Sveis.

– Nýtslan av kannabis er útbreidd, trygdin við nýtslu er ógreið, og svarti marknaðurin blómar, siga myndugleikarnir sambært Ritzau. Eisini siga teir, at ein meiriluti av íbúgvunum í Sveis taka undir við legalisering.

Treytirnar fyri at luttaka í royndini er, at mann er fyltur 18 ár, býr í Basel-Stadt og hevur royndt kannabis áður. Undir tilgongdini verða royndarpersónar javnan spurdir um teirra kannabisnýtslu umframt teirra kropsligu og sálarligu heilsu. Vørurnar, sum hesir royndarpersónar skulu nýta, verða seldar á apotekunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2022

44
Leygardagur 27. august 2022

330 kilo stórur tunfiskur í aliringinum

Varð fangaður við serligari nót og skotin við riflu

(Mynd: Osland Havbruk / NRK)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein stórur tunfiskur á 330 kilo kláraði herfyri at sleppa inn í eina laksanót á einum alibrúki hjá Osland Havbruk í Høyanger, sum liggur við Sognefjorden.

Tað var tá tey skuldu at fórða farna leygarmorgun, at tey varnaðust, at óboðin gestur var komin á vitjan, skrivar NRK. Tað vísti seg at vera ein 282 sentimetra langur tunfiskur av slagnum, ið norðmenn kalla makrelstyrja, sum vísti seg at vera 330 kilo tungur.

Roknað verður við, at stóri fiskurin hevur skrætt seg ígjøgnum nótina í royndini at fáa fatur á mati. Fyri at sleppa undan, at laksur rýmdi, varð ein serlig tilbúgving beinanvegin sett í gongd. Tey megnaðu at fanga stóra tunfiskin við eini serligari nót, og ein veiðimaður, ið var tilkallaður, tók lívið av stóra fiskinum við riflu.

Tunfiskurin varð fluttur til Bergens, har hann skuldi seljast til matna á uppboðssølu.

Hesin fiskurin, á enskum róptur bluefin tuna, er sera skjótur fiskur, kann ferðast umleið 70 kilometrar um tíman, og tí av fleiri kallaður ‘havsins Ferrari’.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2022

45 Leygardagur 27. august 2022

Suðringar 100 prosent grønan streym

Í hesum døgum verður battarískipanin í Porkeri royndarkoyrd, og higartil eru úrslitini góð sigur SEV. Suðringar hava annars fingið 100 prosent grønan streym í nakrar dagar

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

- Enn er langt á mál, og tað er ov tíðliga at gera niðurstøður”, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri netið hjá SEV.

- Tá ið tekniska royndarkoyringin er liðug, skulu vit eisini hava nakað av tíð at læra skipanina at kenna við hesi nýggju útgerðini á netinum.

[object Object]

Royndarkoyrt hevur verið í nakrar fáar dagar, og hesar dagarnar  hava suðringar í tíðarskeiðum fingið 100% grønan streym í kontaktina, til tíðir eisini 100% vindorku.

- Vit samstarva við veitaran um at testa skipaninar, og hetta arbeiðið fer væntandi at taka nakrar vikur, men higartil hevur tað víst seg at riggað væl", sigur Brian Joensen, verkætlanarleiðari.

Royndarkoyra battarískipanina í Porkeri

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2022

46 Leygardagur 27. august 2022

Orkurenslið í Føroyum 2021

Umroknað til GWh, var samlaða orkunýtslan í Føroyum í 2021 3978 GWh í mun til  3833 GWh í 2020. Vøksturin var sostatt 145 GWh ella 3,8 prosent. Hetta skrivar Umhvørvisstovan

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Samlaði oljuinnflutningurin í 2021 var 312.787 tons fyri 1.340 milliónir krónur. Til samanberingar var innflutningurin 300.971 tons fyri 930 milliónir krónur í 2020.

Oljunýtslan til elframleiðslu vaks eisini. Í 2021 var oljunýtslan 54.116 tons, sum er 2576 tons meir enn í 2020, tá nýtslan var 51.540 tons. Í 2021 kostaði oljan til elframleiðslu 183,7 milliónir krónur í mun til 164,4 milliónir krónur í 2020. 



Orkukeldur
Vinstrumegin í myndini síggjast orkukeldurnar, sum eru olja, vatn, vindur, burturkast, biogass og orka sum hitapumpur taka frá umhvørvinum.

Nógv tann størsti parturin av samlaðu orkunøgdini, 91,4 prosent kemur frá olju.
Eisini sæst, at orka brúkt á sjónum er 44,4 prosent og orka brúkt á landi er 55,6 prosent.

Orkunýtsla
Høgrumegin í myndini sæst orkunýtslan. Myndin vísir, hvussu orkunýtslan er býtt millum brúkarabólkar.

Orka til upphiting kemur bæði frá olju, hitapumpum og fjarhita, men parturin frá olju er nógv størstur, heili 88 prosent.

Elframleiðsla
Elframleiðslan var íalt 424 GWh. Framleiðsla úr grønum orkukeldum var 38 prosent og úr olju 62 prosent.

Tað er vert at nevna tvey nýggj grøn framleiðsluverk, sum í 2021 fyri fyrstu ferð framleiddu alt árið. Annað er vindmyllulundin í Porkerishaganum og hitt er biogassverkið hjá Førka.

Øll elframleiðslan hjá Førka, 7,5 GWh fór beint á elnetið, meðan bara 7,7 GWh av framleiðsluni í Porkerishaganum fekst til høldar. Mest møgulig framleiðsla har kundi verið 19,6 GWh.

Hesi bæði verkini hava spart SEV íalt um 3.000 tons av olju í 2021.

Oljuriknu verkini framleiddu 263 GWh av elorku og 348 GWh fóru út við roykinum og kølivatninum á verkunum hjá SEV á Sundi, í Vági og norðuri á Strond.

Hitapumpur brúktu 23 GWh av elorku, tóku 55 GWh úr umhvørvinum og lótu 78 GWh til upphiting.

Oljukostnaður
Samlaði oljuinnflutningurin í 2021 var 312.787 tons fyri 1.340 milliónir krónur. Til samanberingar var innflutningurin 300.971 tons fyri 930 milliónir krónur í 2020.

Oljunýtslan til elframleiðslu vaks eisini. Í 2021 var oljunýtslan 54.116 tons, sum er 2576 tons meir enn í 2020, tá nýtslan var 51.540 tons. Í 2021 kostaði oljan til elframleiðslu 183,7 milliónir krónur í mun til 164,4 milliónir krónur í 2020.

Gongdin í orkuframleiðslu og orkunýtslu seinastu seks árini.

Kelda: Orka

Myndin vísir gongdina í orkunøgdum fyri hvørja orkukeldu sær og samlaðu orkunøgdina í tíðarskeiðinum 2016 til 2021. Samlaði vøksturin í tíðarskeiðinum er 24 prosent, og stavar serliga frá vøkstri í oljunýtslu á sjónum (31 prosent) og á landi (18 prosent). Eisini er stórur lutfalsligur vøkstur í nøgdini av burturkasti (16 prosent) og í orku úr umhvørvinum (49 prosent), men hesin vøkstur munar tó minni í samlaðu myndini enn vøksturin í oljunýtslu.

Tað eru nógvar grundir til hesa gongdina, sum ikki skulu greinast her, men viðmerkjast kann, at vøksturin í fólkatali frá 2016 til 2021 hevur verið 7 prosent og vøksturin í BTÚ umleið 12prosent.

Gongdin í elframleiðsluni seinastu seks árini


Kelda: Orka

Myndin vísir gongdina í elframleiðslu frá 2016 til 2021. Eisini á hesum økinum er stórur vøkstur.

Samlaði vøksturin hetta seks ára tíðarskeiðið er 34 prosent. Nærum allur vøksturin verður nøktaður við meiri framleiðslu úr olju. Oljunýtslan er vaksin heili 68 prosent.
Framleiðslan úr vatni og vindi hevur verið nøkunlunda støðug, meðan nýggja biogassverkið hevur gjørt mun við 7,5 GWh í 2021.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2022

47 Leygardagur 27. august 2022

Risastór gasskelda við Kýpros kann gagna Evropa

Italska oljufelagið ENI hevur saman við franska TotalEnergies funnið gass út fyri Kýpros í Miðalhavinum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Italska oljufelagið ENI hevur saman við franska TotalEnergies funnið gass út fyri Kýpros í Miðalhavinum. Tað skriva altjóða miðlar. Fundið er so mikið stórt, at tað kann koma at vera ein møgulig bjarging fyri Evropa, sum tørvar gass komandi árini, nú gassið úr Russlandi helst gerst søga.

[object Object]

Orkuráðharrin í Kýpros sigur, at gasskeldan er so mikið stór, at hon kann vera við til at loysa evropeisku gasskreppuna. Keldan er á 70 milliardir rúmmetrar av gassi. Í løtuni royna myndugleikarnir og oljufeløgini at finna ta bestu loysnina fyri at útvinna gassið.

Gasskeldan er 165 kilometrar frá suðurvestur síðuni av oynni. Tað fer at taka tíð at byggja kelduna út til framleiðslu, men uppá sikt kann hon vera við til at gera Evropa óheft at russiskum gassi. ES er í løtuni longu í samráðingum við kýpriotisku stjórnina um eitt framtíðar gassamstarv, nú ES hevur sett sær sum mál at vera óheft at russiskum gassi. 

[object Object]

Eystari partur av Miðalhavinum vísir seg at goyma stórar nøgdir av gassi. Eitt nú var ein stór gasskelda funnin út fyri ísraelsku strondina nøkur ár herfyri. So mikið stór er hon, at Ísrael er vorðið sjálvsveitandi við gassi og útflytir harumframt stórar nøgdir til Egyptalands. 

Um somu tíð sum ljós verður varpað á stóru gassmøguleikarnar í Miðalhavinum strongja lond í Evropa á at fáa oljufeløg at leita eftir og útvinna meira gass í Norðsjónum og í økinum vestan fyri Hetland. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2022

48 Leygardagur 27. august 2022

Norðmenn ætla at byggja kjarnorkuriknan rækjutrolara

Rækjufyritøkan Stella Polaris og Institutt for Energiteknikk kanna í løtuni møguleikan fyri at seta ein kjarnorkuriknan mikroreaktor í trolarar

Enn finst eingin  tekning av nýggja kjarnorkurikna trolaranum, men hann fer at líkjast trolaranum Granit av somu stødd.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í sambandi við grøna orkuskiftið verður arbeitt við nógvum ymsum ætlanum at skifta út olju og diesel við grønari og reinari brennievni, sum hava minni ella einki CO2 útlát. M.a. verður arbeitt við vetni, ammoniak og metanol fyri bert at nevna nøkur.

Men eisini kjarnorkurikin skip eru á skránni. Eitt nú í Noregi. Har verður nú kannað, um til ber at byggja framtíðar trolarar, sum kunnu verða riknir við kjarnorku.

Í byrjanini varð hugsað um vetni, men funnið varð fram til, at vetni og onnur gass ikki kunnu nøkta tørvin hjá hesum trolaranum sigur Robert McDonald, verkfrøðingur í fyriutøkuni Ife, sum arbeiðir við vetni, sambært Teknisk Ugeblad.

So var tað, at hugskotið kom til at seta uranriknar mikroreaktorar umborð á ein rækjutrolara. Endamálið var at skerja CO2 útlátið. Bæði vetni, ammoniakk og metanol vóru umrødd sum møguligar null útlátsloysnir, men rækjutrolarum tørvar so mikið nógv brennievni, at tað er ikki nóg mikið av plássi umborð.

Tí kom tankin um at brúka kjarnorku sum einastu gongdu leiðina. Partarnir hava latið granskingarráðnum inn tekningar og skulu søkja um 80 milliónir krónur í stuðuli til verkætlanina í september skrivar www.tu.no. Aftrat hesum hava stigtakararnir fingið við sær í verkætlanina Sjøfartsdirektoratet, Kongsberg Maritime og reiðaríið Halstensen. 

Hóast tað sum er bert eru virknir fiskimenn, sum kunnu eiga fiskirættindi, so hevur ídnaðarfyritøkan Stella Polaris fingið lisens til at eiga og reka tveir rækjutrolarar fyri at tryggja nokk av tilfeingi til rækjuverksmiðjuna í Suður-Troms. Ætlanin er at byggja tveir nýggjar trolarar innan fimm ár. Og innan 2030 at hava sett kjarnorkureaktorar upp umborð.

Rækjuveiða verður mett at vera tað slagið av fiskiveiði við mest útláti, og ætlar ES at merkja matvørur, sum eru burðardyggar, og tá kann tað raka rækjuvinnuna hart. Tí royna tey í Stella Polaris longu nú at fyrireika seg til grøna skiftið. 

Teir stóru rækjutrolararnir, upp til 80 metrar, sum fiska í Barentshavinum og við Svalbard, brúka trol, sum krevja nógva orku, og teir brúka ein litur av diesel fyri hvørt kilo av veiddum rækjum. Hetta er ikki burðardygt.

Verður tosað um ammoniakk sum loysn, so krevur tað tríggjar ferðir meira goymslupláss sum diesel. Fiskivinnan sleppur sum er undan at rinda CO2 skatt, men hetta fer at verða broytt. 

Mikroreaktorurin, sum skal setast í rækjutrolara er á stødd við ein konteynara og vigar 150 tons. Hann skal kunna framleiða 10MW. Harvið er hesin reaktorurin munandi minni enn teir smáu moduleru reaktorarnir SMR, sum skulu rekast við thorium. SMR er loysnin, sum m.a. Ulstein ætlar at brúka í sínum Thor-konsepti. Teir skulu framleiða 300 MW. 

Í fyrstu atløgu skulu rækjutrolarar á tekniborðið og vera so mikið stórir, at teir kunnu rúma einum kjarnorkureaktori. Tað er fyritøkan McDonald, sum við sínum 25 ára royndum við amerikanskum hernaðarskipum, skal standa fyri kanningunum og verkætlanini. Her heldur man, at Norra kann gerast undangonguland við kommersiellum kjarnorkuverkum innan sjóvinnuna, um so er at henda royndarverkætlanin eydnast. Í dag eru kjarnorkurikin krígsskip ikki ókend í norskum sjógvi. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2022

49 Leygardagur 27. august 2022

Kol skal hita Týskland í vetur

Týskland fer helst at lata upp aftur fleiri kolaorkuverk til tess at tryggja veitingartrygdina, nú Russland hevur skrúvað fyri gassinum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Longu í komandi viku letur eitt av stóru kolaorkuverkunum uppaftur í Týsklandi, Heyden 4. Talan er um orkuverkið í Petershagen nærhendis Hannover, og kann tað framleiða 875 Megawatt. Tað lat upp í 1987, men varð stongt í sambandi við royndirnar hjá týsku stjórnini at fremja grøna orkuskiftið. Tað hevur øll hesi seinastu árini virkað sum eyka trygd uttan tó at framleiða orku. 

Mánadagin 29. august letur Uniper, finska fyritøkan, sum eigur verkið, upp fyri framleiðslu. Væntandi fer tað at framleiða fram til 30. apríl komandi ár.

Avgerðin at lata uppaftur kolaorkuverkið kemur eftir russisku innrásina í Ukraina. Týskland ber ótta fyri, at Russland fer heilt at stongja fyri gassveitingunum til landið.

Møguleiki er eisini fyri, at orkuverkið fer at halda fram við framleiðsluni í enn eitt ár aftrat til tess at tryggja Týsklandi nóg mikið av eyka orku. Umframt kol fer eisini brúnkol og olja at vera partur av veitingartrygdini.

Ætlanin hevur annars verið at stongja kolaorkuverkið heilt, men nú veitingartrygdin er komin í vanda, hevur týska stjórnin gjørt greitt, at verkið kemur undir lógina um veitingartrygd. 

Støðan í Týsklandi er vorðin so mikið álvarslig í sambandi við komandi veturin, at eisini onnur kolaorkuverk fyrireika seg til at lata uppaftur. 

Støðan er spent, tí hóast kolagoymslurnar verða 95 prosent fullar í november, so er tað einans nóg mikið til nýtslu í 2,5 mánaðir. Verður minkað enn meira um gassveitingina úr Russlandi í vetur, gerst støðan uppaftur verri. Í løtuni letur Russland einans 20 prosent av tí gassi, sum tað vanliga veitir Týsklandi. 

Týski kanslarin Olaf Sholtz hevur júst verið á vitjan í Kanada og gjørt avtalu við stjórnina har um at lata Týsklandi LNG gass og vetni, sum aftur skal forða fyri avleiðingunum av minkandi gassveitingini úr Russlandi. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2022

50 Leygardagur 27. august 2022

Nógvar broytingar á stigatalvuni: AB liggur nú til niðurflyting

EB/Streymur yvirtók evropaplássi frá B36, og AB fór niður um niðurflytingarstrikuna, meðan NSÍ vann seg uppum

Frøi á heimaliðnum við Margáir í dag (Skíggjamynd: Televarpið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fleiri spennandi dystir fóru farna leygardag í landskappingini hjá monnum. Úrslitini hava við sær fleiri broytingar á stigatalvuni, bæði í botninum og í miðjuni.

Niðurflytingarstrikan
Á Argjum var NSÍ á vitjan, og undan umfarinum vóru runavíkingar undir niðurflytingarstrikuni á níggjunda plássið. Gestirnir løgdu seg á odda longu í triðja minutti við máli frá Miska Rautiola.

Tíðliga í seinna hálvleiki javnaðu argjamenn, og fingu veruligan spenning í aftur. Eitt stig hevði helst verið góðkent hjá AB, men NSÍ vildi avstað við øllum, og við máli frá Lukas Giessing í 73. minutti tryggjaðu runavíkingar sær sigurin og øll trý stigini.

Við sigrinum lyfti NSÍ seg úr botninum og upp á sætta pláss við 19 stigum. AB hevur enn 17 stig, og liggur nú undir niðurflytingarstrikuni.

Enn er tó einki avgjørt í botninum. B68 sum var á vitjan í Sarpugerði hjá Víkingi, lá ikki á latu síðuni, og var hepni við toftamonnum, kundi tað rokkið til eitt stig. Víkingur vann 2-1.

B68 er beint niðanfyri niðurflytingarstrikuna, og hevur eisini 17 stig, men orsakað av málmuni, eru toftamenn frammanfyri AB.

Dysturin um Evropaplássið
Tað eru nógvar milliónir í at enda í topp fýra tá kappingin er av. Hjá EB/Streymi sær nú gott út, tí við sigri móti B36 fóru sundalagsmenn framvið, og hálaðu seg upp á fjórða plássið.

Hetta gjørdi EB/Streymur við 3-2 sigri við Margáir. Støðan í hálvleikinum var 1-1. EB/Streymur hevur nú 27 stig og B36 hevur 26 stig.

HB og KÍ vunnu sínar dystir trygt. 07 Vestur var á vitjan við Djúpumýru, og ein hendingafátækur dystur endaði 2-0 til heimaliðið. Í Gundadali lat HB ongan iva vera, og vann 3-0.

AB - NSÍ 1-2 (0-1)
3’ Miska Rautiola 0-1
50’ Matthias Præst 1-1
73’ Lukas Giessing 1-2

EB/Streymur - B36 3-2 (1-1)
6’ Hannes Agnarsson 0-1
37’ Jóhann Hansson Joensen 1-1
65’ Gutti Dahl-Olsen 2-1
74’ Jay Andersen 3-1
82’ Martin Agnarsson 3-2

HB - Skála 3-0 (3-0)
12’ Stefan Radosavljevic 1-0
41’ Øssur Dalbúð 2-0
45’ Daniel Johansen 3-0 (br.) 

Víkingur - B68 2-1 (1-1)
5’ Jákup Johansen 1-0
36’ Mohamed Samba  1-1
63’ Martin Klein Joensen 2-1

KÍ - 07 Vestur 2-0 (1-0)
32’ Mads Boe Mikkelsen 1-0
64’ Páll Andrasson Klettskarð 2-0

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 52 stig*
2. Víkingur 46 stig
3. HB 40 stig
4. EB/Streymur 27 tig
5. B36 26 stig*
6. NSÍ 19 stig
7. 07 Vestur 18 stig
8. B68 17 stig
9. AB 17 stig
10. Skála 8 stig

*Ein dyst færri

20. umfar, í morgin sunnudagin 28. august

Kl. 15: NSÍ - B36
Kl. 15: HB - EB/Streymur
Kl. 15: KÍ - AB
Kl. 15: Víkingur - Skála
Kl. 16: B68 - 07 Vestur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2022

51 Leygardagur 27. august 2022

Klæmint úr Rituvík millum Ronaldo, Messi og aðrar góðar menn

Á fínum lista yvir leikarar, sum hava skorað flest mál fyri eitt felag í 21. øld er Klæmint Andrasson Olsen. Nummar eitt er Lionel Messi

Í 2020 skoraði Klæmint Andrasson Olsen mál nummar hundrað fyri NSÍ (Savnsmynd: Hjalmar Jóhan Juul)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Lionel Messi, Christiano Ronaldo, Robert Lewandowski, Karim Benzema.

Alt kend nøvn í fótbóltsheiminum, og sum eru á topp 4 fyri mest skorandi leikarar fyri eitt felag. Men ein sum eisini er á fína listanum, er Klæmint Andrasson Olsen.

Hann liggur við sínum 257 málum fyri NSÍ nummar sjey á listanum. Bara trý mál eru upp til Sergio Aguero, sum hevur skorað 260 mál fyri Manchester City.

Listin sær soleiðis út:

11. Maksim Gruznov (Estland)
Felag: Trans Narva | Mál: 218

10. Francesco Totti (Italia)
Felag: AS Roma | Mál: 244

9. Harry Kane (England)
Felag: Tottenham Hotspur | Mál: 250

8. Wayne Rooney (England)
Felag: Manchester United | Mál: 253

7. Klæmint Olsen (Føroyar)
Felag: NSÍ | Mál: 257

6. Sergio Aguero (Argentina)
Felag: Manchester City | Mál: 260

5. Bader Al-Mutawa (Kuvait)
Felag: Al Qadsia | Mál: 282

4. Karim Benzema (Frakland)
Felag: Real Madrid | Mál: 325

3. Robert Lewandowski (Poland)
Felag: Bayern Munich | Mál: 344

2. Cristiano Ronaldo (Portugal)
Felag: Real Madrid | Mál: 450

1. Lionel Messi (Argentina)
Felag: Barcelona | Mál: 672


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2022

52 Leygardagur 27. august 2022

Ansy Sevdal var best í summar

NSÍ liðskiparin varð heiðrað sum besti spælari í juni/juli undan dystinum móti EBS/Skála farna vikuskiftið

(Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var stórur spenningur í kappingini um at finna besta leikara í juni og juli í Betri deildini hjá kvinnum, men tá avtornaði var tað Ansy Sevdal Jakobsen, ið stóð eftir við heiðrinum.

Heiðurin sum besti spælari hjá kvinnum og monnum verður hvønn mánað latin í samstarvi millum FSF, Effo og Betri. Tað eru venjarar og miðlafólk, sum fylgja bestu kvinnudeildini, sum hvønn mánað atkvøða um besta leikara, og aftur hesaferð gjørdist tað sera spennandi.

Av tí at summarsteðgur hevur verið, og tað ikki hava verið so nógvir dystir, so fer heiðurin hesaferð til besta leikaran í juni og juli. Tá avtornaði, var tað Ansy Sevdal Jakobsen úr NSÍ, sum í tættari kapping við Livyan Silva úr B36 og Biritu Ryan úr KÍ fór avstað við heiðrinum.

Í samrøðu við FSF fortelur Ansy, at hon er bergtikin av heiðrinum, og at tað ikki er nakað, hon hevði væntað frammanundan.

– Vit í NSÍ eru í einum góðum stima í løtuni, og eg kundi peika á fleiri leikarar, ið eg haldi kundu farið avstað við heiðrinum. Bæði leikarar hjá okkum og frá øðrum feløgum. Hetta er ordiliga stuttligt, og tað merkir sjálvandi nógv fyri meg. Eg royni altíð at arbeiða hart og at blíva betri, so hetta er ein stuttlig viðurkenning at fáa, sigur miðvallarin.

Umframt heiðurin, so fær Ansy eisini eina glasstandmynd, sum er latin av Betri, og eitt gávubræv á 1.500 krónur frá Effo, sum bleiv handað til dystin millum NSÍ og EBS/Skála. Tað var Anja Rein, starvsnevndarlimur í FSF sum stóð fyri handanini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2022

53 Leygardagur 27. august 2022

Gransking: Ógvuslig møði í longdu spælitíðini

Fróðskaparsetur Føroya hevur saman við Syddansk Universitet og University of Thessaly í Grikkalandi útgivið ta fyrstu vísindaligu greinina um fysiologisku krøvini í fótbóltsdystum, sum vara 120 minuttir

Magni Mohr er verkætlanarleiðari og høvuðsrithøvundi (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í seinastu endaspølunum í fótbólti er eitt vaksandi tal av dystum endaðir við longdari leiktíð. Eisini síðani, at mál á útivølli verða roknað sum vanlig mál, eru fleiri dystir í bæði heimligum og altjóða steypakappingum hjá feløgunum avgjørdir við longdari spælitíð.

Í Føroyum hava vit í summar somuleiðis sæð fleiri føroysk feløg í longdari leiktíð í europeisku kappingunum.

Men hvussu fysiologiskt krevjandi er tað at spæla fótbólt í 120 minuttir?

Hetta hevur Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, saman við útlendskum granskarum nú granskað neyvt fyri fyrstu ferð nakrantíð.

Verkætlan varð framd í Trikala í Grikkalandi. Her spældu tvey mannlig úrvalslið ein dyst við longdari spælitíð. GSP-tøkni varð brúkt til at fylgja spælarunum, og so vórðu skjótleika- og styrkiskanningar gjørdar áðrenn og aftan á vanliga tíð (90 min.) og eftir longda leiktíð (120 min.).

Eisini vórðu blóðroyndir og vøddaroyndir (vøddabiopsiir) fyri fyrstu ferð tiknir undir dysti, sum vardi í 120 minuttir.

Magni Mohr, sum er verkætlanarleiðari og høvuðsrithøvundi, sigur soleiðis um úrslitini:

- Í fyrsta lagi vísa vit, at spælararnir missa førleikan til intenst dygdararbeiði í longdu spælitíðini, og serliga eru tað evnini at endurtaka spurtir, ið meira ella minni detta burtur. Vit vísa eisini, at vøddasukrið minkar undir dystum, men fer væl niður um kritiska markið (250 mmol/kg vødda) í longdu spælitíðini. Vit vita, at hetta ávirkar evnini hjá vøddakyknunum at menna kraft. Eisini síggja vit, at evni, sum er staðfest at ávirka virknið hjá heilanum, m.a. ammoniakk, vaksa serstakliga nógv í blóðinum frá 90 minuttum upp í 120 minuttir, og hetta vita vit elvir til sentrala møði (møði í sentralnervaskipanini). Stutt sagt, so síggja við kropsliga møði, sum er munandi ógvusligari enn tann møðin, sum vit vita kemur mitt í seinna hálvleiki av einum vanligum dysti, sigur Magni Mohr.

Greinin, sum í fyrstu atløgu er almannakunngjørd í netútgávu í viðurkenda ítróttarmedisinska tíðarritinum, Medine and Science in Sport and Exercise, byggir á verkætlan sum UEFA, Novo Nordisk Grunnurin og Team Danmark hava stuðlað. Vísindaliga greinin kemur eisini í tøkum tíma, nú enn ein HM-kapping stendur fyri framman, og tí metir Magni Mohr, at hon fer at verða væl miðlað altjóða.

- Vit fara at senda tíðindaskriv út nú til bæði norðurlendskar og altjóða miðlar, og vit vænta, at greinin fer at vekja ans, tí skjótt verður HM í Katar. UEFA og Team Danmark fara eisini at miðla úrslitini, so at lið kunnu brúka hesa nýggja vitanina, sum eisini er virðismikil fyri aðrar liðítróttir. Hetta er eisini vitan, sum venjarar eiga at gagnnýta, tá tað ræður um, hvussu teir velja at spæla bæði vanliga dystin og seinastu 30 minuttirnar, umframt at hetta setur stór krøv til at hava eina vísindaliga grundaða fyrireikingar- og hvíldarstrategi í sambandi við dystir við longdari leiktíð. Tað er m.a. umráðandi at tora at gera skiftingar nóg tíðliga, og hetta hava vit eisini hagtøl fyri. Avbjóðingin er sor og vaksandi, og m.a. kann nevnast, at Liverpoolstjørnan, Mo Salah, spældi fýra ferðir 120 minuttir fyri Egyptaland við seinastu African Nations Cup- kappingina við bara trimum hvíldardøgum ímillum. Hetta er væl yvir markið, sum ráðiligt er, tá hugsað verður um øktan váða fyri skaðum, sigur Magni Mohr.

Magni Mohr og starvsfelagar eru longu væl ávegis við nýggjari verkætlan, sum kannar mannagongdir at minka um ta møði, sum longd spælitíð elvir til. Hesi úrslitini verða almannakunngjørd seinni í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2022

54 Leygardagur 27. august 2022

Fara ikki um Suðuroyarfjørð við yngru liðunum

FC Suðuroy, TB og Royn fara ikki norð um Suðuroyarfjørð so leingi Herjólfur III siglir

(Mynd: FC Suðuroy)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- So leingi sum Herjólfur røkir Suðuroyarleiðina burturav, luttaka barna- og ungdómslið hjá FC Suðuroy frá U13 ár og yngri ikki í fótbóltskappingum norðanfjørðs. 

Hesum boðar FC Suðuroy frá. Hetta er sama avgerð sum TB og Royn eisini hava tikið, og er galdandi so leingi Herjólfur III røkir suðuroyarleiðina fyri Smyril.

- Í fyrsta lagi eru tað ov nógvar óvissur, bæði hvørt bilar og ítróttarfólk sleppa bæði norður og suðuraftur sama dag. Harnæst er tað eisini sjálv ferðatíðin, at børn mugu heimanífrá kl. 5 um morgunin og eru ikki heimaftur fyrr enn seint á kvøldi. Ikki minst, so eru tað eisini fleiri, sum ikki eru heilt trygg við at sigla við einum skipi, sum er so nógv minni enn Smyril, nú vit fara út í september, sigur FC Suðuroy.

Felagið sigur, at longu nú er eisini greitt, at tað verða fá lið, sum koma suður til kappingar, tí øll lið (uttan FC Hoyvík) meldaðu avboð til kappingar og dystir í Suðuroynni farna leygardag, 20. august.

Ístaðin verða kappingardagar skipaðir millum FC Suðuroy, TB og Royn, fyri øll liðini sum eru frá U13 ár og yngri. Kappingardagarnir vera skiftivís í Vági, á Tvøroyri og í Hvalba.

- Vit í nevndini í FC Suðuroy harmast um støðuna, men vóna at fáa sum best burturúr saman við barna- og ungdómsliðum hjá TB og Royn komandi vikurnar, sigur FC Suðuroy.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2022

55 Leygardagur 27. august 2022

Soleiðis sær bólkabýti út

Bólkaspælið í Champions League byrjar 6. september. Lutakast var hóskvøldið

Robert Lewandowski hevur skift úr Bayern til Barcelona og skal í heyst tvær ferðir spæla móti sínum gamla felagi (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lutakastið til bólkaspælið í Champions League var hóskvøldið í Nyon í Sveis.

Fótbóltsáhugað kunnu síggja fram til nakrar áhugaverdar dystir næstu mánaðirnar - byrjað verður longur tíðliga í september.

Vanliga byrjar bólkaspælið í Champions League miðskeiðis í september og er liðugt beint undir tríggjar mánaðir seinni. Men av tí at HM-endaspælið í Katar byrjar 18. november, verður bólkaspælið hesuferð avgreitt uppá bert níggju vikur og byrjað verður um undir tvær vikur. Yvirlit yvir dystardagarnar sæst niðast.

Greitt er millum annað, at Robert Lewandowski skal møta sínum gamla felagi í einum spennandi bólki C.

Ensku feløgini eiga øll at spæla seg víðari - Manchester City, ið jagstar sítt fyrsta Champions League-steyp, er millum annað í bólki við FC København.

Hesir eru bólkarnir - raðfylgjan er eftir hvar liðið varð styrkismett:

Bólkur A: 
AFC Ajax
Liverpool FC
SSC Napoli 
Rangers FC

Bólkur B: 
FC Porto
Atletico Madrid 
Bayer Leverkusen
Club Brügge

Bólkur C: 
Bayern München
FC Barcelona
Inter Milan
FC Viktoria Plzen

Bólkur D:
Eintracht Frankfurt
Tottenham Hotspur
Sporting Clube de Portugal
Olympique de Marseille

Bólkur E:
AC Milan 
Chelsea FC 
FC Salzburg
Dinamo Zagreb

Bólkur F:
Real Madrid
RB Leipzig
FC Shakhtar Donetsk
Celtic FC

Bólkur G:
Manchester City
Sevilla FC
Borussia Dortmund
FCK

Bólkur H:
PSG
Juventus 
SL Benfica
Maccabi Haifa

Dystardagarnir:
Dystardagur 1: 6./7. september
Dystardagur 2: 13./14. september
Dystardagur 3: 4./5. oktober
Dystardagur 4: 11./12. oktober
Dystardagur 5: 25./26. oktober
Dystardagur 6: 1./2. november


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2022

56 Leygardagur 27. august 2022

Hondbóltur: Bjørgvin-brøðurnir til VÍF

Ganga nú í fótasporunum hjá pápanum – eru annars vaksnir upp í hvør sínum havnarfelag

(Mynd: vif.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ungdómslandsliðsleikararnir í hondbólti, Kristoffur og Jóhannes Bjørgvin, fara at spæla við besta liðinum hjá VÍF komandi kappingarár.

Tað boðar Vestmanna Ítróttafelag frá á heimasíðu síni.

VÍF er ikki nakað fremmant felag fyri dreingirnar í Havn, sum eru uppvaksnir í hvør sínum felagi, Neistanum og Kyndli.

Pápin, Haraldur Bjørgvin, var í nógv ár ein av stuðlunum á besta liði felagsins.

– Vit hava brúkt nógvar tímar í høllini í Vestmanna sum børn. Vit vóru oftani við babba til venjing. Eisini fleiri av hinum leikarunum vóru við pápa sínum, so vit kenna flestu leikarar væl og umstøðurnar her, sigur eldri beiggin, Jóhannes við heimasíðuna vif.fo. Har sæst eisini mynd av teimum sum smádreingir, málaðir í VÍF-lutunum, sum teir nú fara at spæla fyri.

Brøðurnir eru annars vaksnir upp í hvør sínum felagi, men nú, tá ið møguleikin beyðst at spæla saman í gulum, tóku teir av.

– VÍF hevur eitt sera gott manslið í ár og samstundis við, at vit eru eitt sindur gulir og bláir frammanundan, sóu við tað sum ein gyltan møguleika og tóku av. Vit gleða okkum sera nógv til kappingarárið og fara at gera okkara ítarsta fyri at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt, siga brøðurnir. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2022

57 Leygardagur 27. august 2022

Julian spælir nú í Stavanger

22-ára gamli føroyingurin, sum hevur roynt seg í týskum hondbólti, er nú liðfelagi við Trónd Mikkelsen aftur. Hetta kappingarárið, ið byrjar fyrst í september, skulu Julian Jónsson Kragesteen og Tróndur Mikkelsen spæla fyri Ryger í næstbestu norsku deildini

Mynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Julian Jónsson Kragesteen spældi síðsta kappingarár við ATSV Habenhausen í triðbestu týsku deildini. Nú er hann fluttur úr Bremen til Stavenger, har hann er farin undir búskaparlestur á UIS, og har føroyski bakspælarin næsta kappingarárið fer at spæla í næstbestu norsku deildini.

Hetta skrivaði Ryger Håndball á heimasíðu sínari í síðstu viku. Ryger er í roynd og veru eitt nýtt lið - ein samanlegging av tveimum Stavanger-feløgum, har Viking Stavanger er annað.

Seinastu árini hava nógvir føroyingar spælt við Viking Stavanger: Helgi Hoydal í trý ár - hann hevur í summar skift til Kristianssand í bestu norsku deildini - Kjartan Johansen í tvey ár og Jónas Gunnarsson Djurhuus í tveimum førum. Tróndur Mikkelsen spældi eisini í Stavanger í fjør og stóð seg sera væl.

Tað rakk ikki til uppflyting hjá felagnum, tí Kristianssand var sterkari í upp- og niðurflytingardystunum. Harvið byrjar samanlagda felagið á næsthægsta støði í Noregi og eitt av málunum er uppflyting. 

[object Object]
Julian Kragesteen skal spæla fyri Ryger og lesa á UIS í Stavanger (Mynd: vikinghk.no)

[object Object]
Fyrrverandi Neista-leikarin Tróndur Mikkelsen hevur veruliga gjørt vart seg í Stavanger (Mynd: vikinghk.no)

Tað skulu Tróndur og Julian, ið báðir eru uppvaksnir í Neistanum, hjálpa við. Í Stavanger fegnast tey um, at enn ein føroyingur er lagdur afturat hópinum: 

- Tað hevur víst seg at verið eitt gott "match" millum felagið og tað føroyska dna'ið. Julian er ein ungur leikari, ið kemur til Ryger og Stavanger fyri at menna seg. Hann er til reiðar at venja nógv og hart og hevur ein góðan hugburð. Talan er um en stabilan verjuleikara, og vit hava eina stóra trúgv uppá, at hann fer at taka stór fet í Ryger.

Hetta verður skrivað á vikinghk.no, ið eisini hevur tosað við Julian.

- Eg var ógvuliga hugtikin av felagnum. Eg havi hoyrt, hvussu stórar ætlanir tað hevur og føli, at eg kann hjálpa felagnum víðari og eisini menna meg sum hondbóltsspælari. Eg gleði meg til at byrja av álvara og eisini at uppliva meira av Stavanger.

Fyrsti dystur hjá Ryger í næstbestu norski deildini verður 4. september.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2022

58 Leygardagur 27. august 2022

Flogbóltskvinnurnar komnar til Ísrael

Føroysku flogbóltskvinnurnar spæla í dag móti Ísrael í triðja dystinum í hesari undankappingini

(Mynd: Christian Nagata)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seint hóskvøldið komu føroysku flogbóltskvinnurnar til Ísrael. Í dag leika tær tann triðja dystin í hesi undankappingini.

Talan verður aftur um torføran dyst, tí Ísrael vísir styrki á heimavølli.

Triði dysturin hjá føroysku kvinnunum verður seinnapartin kl. 17.30 í Enerbox Sport Palace í Hadera, sum liggur stutt norðan fyri Tel Aviv í Ísrael.

Føroysku kvinnurnar eru í eini tilgongd, har tær venja seg við hørðu mótstøðuna og høga leikliga stigið. Í 1. settinum móti Rumenia vístu tær, at tær væl kunnu seta seg upp ímóti sterkum liðum. Her var tað serliga Súsanna Ludvig, sum í føroyska álopspartinum og blokkinum skarðaði framúr og ferð eftir ferð tók Rumensku leikararnar á bóli.

Ísrael tapti stórt á útivølli móti Rumenia, men á heimavølli sunnudagin spældi liðið væl móti sterka Kroatiska liðnum, og tapti 3-1. Her vóru tað serliga nr. 10 Malik og nr. 7. Gamanovich sum spældu væl. Gamanovich var annars eitt av veiku liðunum á ísraelska liðnum móti Rumenia, so spennandi verður at síggja, um ísraelska liðið heldur stigið, ella um leikligu avrikini eru eins svingandi og úrslitini benda á.

Dysturin kl. 17.30 sæst á eurovolley.tv.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2022

59 Leygardagur 27. august 2022

Byrjaðu væl móti Rumenia

Føroysku kvinnurnar taptu sum væntað 0-3 móti krútsterka rumenska liðnum í sínum fyrsta EM-undankappardysti á heimavølli, men vóru eina løtu á veg móti sigri í fyrsta setti

Føroyska liðið stríddist væl móti Rumenia - serliga í fyrsta setti (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar gjørdu bart fyrstu løtuna mikudagin, tá risafavorittarnir úr Rumenia vóru á vitjan í dysti nummar tvey í EM-undankappingarbólkinum.

- Byrjanin var øgilig – eitt serviess frá Jannu Falkvard – og miðskeiðis í settinum vóru vit í barónasongini, tá vit førdu 13-9. Í rumensku leguni vóru tey ikki álvulig við støðuna og høvdu tikið time-out við støðuna 11-8 til Føroyar. Leikbráið hjálpti helst, og tær rumensku vaknaðu og fóru at sláa harðari, og ikki minst, beinari, tí Føroyar høvdu vunnið eitt ótal av stigum upp á rumensku servurnar, sum fóru út.
13-9 gjørdist 13-15, og so hvørt sum Rumenia vaks um munin, fánaði føroyski dreymurin um at vinna settið.

Soleiðis skrivar Flogbóltssamband Føroya um fyrsta setti, ið endaði við einum 18-25 tapi.

Tað var sum væntað útiliðið, ið vann 3-0 í settum í høllini á Hálsi í gjárkvøldið, men tað er jaligt fyri kvinnulandsliðið, at tað í fyrsta setti eydnaðist at bjóða gestunum av.

[object Object]
[object Object]

[object Object]
Tað var til tíðir veruliga nakað at fegnast um hjá føroyska liðnum (Myndir: FBF(

Miðalhæddin í álopspartinum á rumenska liðnum er 184 sentimetrar. Flestu leikararnir á rumenska liðnum hava sína dagligu gongd í bestu deildini í Rumenia, men einstakar leika í bestu italsku deildini, sum er mett sum hin besta í heiminum, skrivarði FBF undan dystinum.

Í øðrum og triðja setti legði Rumenia seg skjótt á odda við 10 bóltum:

- Men vit fingu so eitt tveysiffrað stigatal í báðum settum. Og tað er altso ímóti einum liði, sum hevur verið við í fýra av teimum seinastu seks EM-endaspølunum.
Til samanberingar kunnu vit nevna, at leygardagin vann Rumenia 3-0 á Ísrael við settúrslitunum 25-16, 25-13, 25-10. So hvussu spennandi kann tað fara at gerast ímóti Ísrael?

Føroyar spæla á útivølli ímóti Ísrael leygardagin, og heimadysturin ímóti Ísrael verður 4. september.

Mett verður, at av teimum trimum mótstøðuliðunum í bólkinum, er Ísrael greitt tað liðið, ið Føroyar hava best møguleika at spæla ein lutfalsliga javnan dyst ímóti. Ísrael spældi tó ein góðan dyst móti Kroatia í gjár: Vann eitt sett og tað var tætt í tveimum øðrum

Úrslitini í bólkinum í gjárkvøldið: 

Føroyar - Rumenia 0-3 (18-25, 10-25, 11-25)

Ísrael-Kroatia 1-3
(28-26, 20-25, 29-31, 15-25)

[object Object]
Føroyski hópurin (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2022

60 Leygardagur 27. august 2022

Flogbóltsmenninir fingu frægasta úrslitið

Serliga í triðja setti gekk væl, har Føroyar løgdu seg á odda 17-15, og Belgia kendi seg noytt til at seta onkran av sínum bestu spælarum á vøllin fyri ikki at tapa settið - tað hevði verið snópisligt ímóti Føroyum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar – Belgia 0-3 (16-25, 16-25, 20-25)

Í síðsta EM-undankappingardystinum í hesari kappingini, sum var ímóti Belgia, fingu Føroyar sunnukvøldið sítt besta úrslit.

Gamaní, av tí at Belgia longu hevði vunnið seg í EM-endaspælið, var liðið mannað við nógvum av teirra ungu monnum og teimum, sum sita nógv á beinkinum, men hóast tað eru teir yrkisspælarar.

Serliga í triðja setti gekk væl, har Føroyar løgdu seg á odda 17-15, og Belgia kendi seg noytt til at seta onkran av sínum bestu spælarum á vøllin fyri ikki at tapa settið - tað hevði verið snópisligt ímóti Føroyum. Belgia fekk eisini yvirtakið aftur, og vann settið 25-20.

Men 20 stig í einum setti er tað mesta, Føroyar hava fingið í allari kappingini, og við 16 í hinum báðum settunum varð latið væl at í føroysku leguni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2022

61 Leygardagur 27. august 2022

Gunnar vann sprint-triathlon

Í sprint triathlon verður svomið 750 metrar, súkklað 20 kilometrar og runnið 5 kilometrar

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnudagin skipaði Triathlonfelagið fyri kapping í sprint triathlon. Í sprint triathlon verður svomið 750 metrar, súkkla 20 kilometrar og runnið 5 kilometrar. Saman við olympiska teininum, sum er tvífalt so drúgt, er hetta best umtókti kappingarteinur.

Svomið var í svimjihøllini í Gundadali, súkklað á ringvegnum og runnið var í økinum hjá Skógrøktini.

Tað vóru tríggir sum fingu lagt frástøðu til hini beinanvegin. Í svimjingini var Torleif Thorlefson fremstur, 12,48, men bert fá sekund aftanfyri vóru Gunnar Dahl-Olsen og Erik Neshamar. Gunnar er royndur triatletur, og megnaði at skifta so mikið væl at hann var fyrstur á súkkluna. Súkklurutan var teknisk krevjandi og nógvur síðuvindur. Hetta gjørdi Gunnar sær dælt av, og súkklaði 20 kilometrar upp á 32,52, fýra minuttir skjótari enn Erik og Torleif.

Nú førdi Gunnar við fýra minuttum og sjálvt um hinir báðir eru betri rennarar, megnaðu teir ikki at taka tað mista innaftur. Gunnar vann við tíðini 1.14,17, Erik var nummar tvey við 1.16,45 og Torleif hevði tíðina 1.17,53

Tvær kvinnur royndi seg eisini. Adél Guyepes hevur vant miðvíst seinasta árið og serliga í svimjingini hevur hon tikið seg nógv fram. Hon kom á mál við tíðini 1.28,44 meðan Anida Johannesen brúkti 1.35,48.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2022

62 Leygardagur 27. august 2022

Tvær ferðir Alex Johannesen

Alex Johannesen úr Eysturskot vísti aftur, at hann er besti trap skjútti í Føroyum í løtuni

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Undanfarna vikuskifti vann Alex Johannesen úr Eysturskoti FM í American Trap, og farna vikuskiftið vann hann FM í OL Trap.

Hetta er fyrstu ferð, at skipa er fyri FM í OL Trap í Føroyum, tí ongin OL trap breyt hevur verði í landinum, men eftir at breytin á Sandvíkum við Hvítanes varð uppstigað, er gjørligt at skipa fyri FM í OL Trap.

Eftir innleiðandi umførini varð tað Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla, sum varð fremstur, men í finaluni bleiv Finn tvær dúgvur aftanfyri Alex. Bronsuna vann Per S. Hansen úr Eysturskoti, sum vísti finalustyrki, og megnaði at betra eitt 8. pláss innleiðandi, til eitt 3. pláss.

Við FM sigrunum, tryggjaði Alex sær eisini nóg mikið av stigum, til at vinna 2022 Grand Prix kappingina í Trap, sum Skjótisambandið skipar fyri.

Sjálvur sigur Alex, at orsøkin til góðu úrslitini, er miðvís venjing fram í móti, at blíva úttikin og umboða Føroyar í altjóða skjótikappingum. Eftir at skjótisambandið fekk limaskap í altjóða skjótisambandinum ISSF.

Unglinginakappingina vann Bartal Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla. Bartal vann eisini unglinginakappingina undanfarna vikuskifti. Silvuri vann Hákun G. Heinesen, og bronsuna vann Kári Báraldsson, báðir eru úr Eysturskoti. Aftrat at vinna unglinga kappingina, varð Bartal eisini við í sjálvari FM semifinaluni, men her varð hann ov stuttur at vinna sær eitt finalupláss.

Seinasta FM kappingin á hesum sinnið, verður hetta vikuskifti 27-28 august, tá FM í skeet verður á skránni.

Byrjað verður á skjótibreytini hjá VBF í Vestmanna, og síðani verða seinastu innleiðandi umførini og finalurnar avgreiddar á breytini á Sandvíkum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2022

63 Leygardagur 27. august 2022

Golf: Palli Henriksen vann felagsmeistarakappingina

Vanliga verður leikt í tveir dagar, men í ár var bert leikt í ein dag, tí veðrið var ikki til vildar. 11 leikarar luttóku

Líggjas Jógvansson, Palli Henriksen og Bjarne Jørgensen (Mynd: Tórshavnar Golffelag)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Felagsmeistarakappingin, sum vanliga verður leikt tveir dagar, var í ár bert leikt í ein dag, tí veðrið ikki var til vildar farna leygardag.

Hóast tað var nakað av vindi og eitt sindur vátt til tíðir sunnudagin, vóru 11 leikarar, ið luttóku.

Kappingin er skipað sum ein slagkapping uttan handikapp. Tað merkir, at tann leikarin ið hevur brúkt fægst sløg vinnur kappingina.

Umframt steyp til vinnaran, stuðlaði Hotel Hilton Garden Inn kappingingini, við at lata trimum teimum bestu leikarunum gávukort til hotellið.

Úrslitið gjørdist:
1. Palli Henriksen 87 sløg
2. Líggjas Jógvansson 96 sløg
3. Bjarne Jørgensen 97 sløg

Samstundis var henda kappingin eisini ein av úttøkukappingunum til oyggjarleikirnar 2023. Fýra av luttakarunum hava teknað seg til oyggjaleikirnar.

Úrslitini vóru hesi:
1. Palli Henriksen 87 sløg
2. Wenzel Kamban 88 sløg
3. Líggjas Jógvansson 96 sløg
4. Óli Edvard Olsen 99 sløg



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2022

64 Leygardagur 27. august 2022

Tennis: Brekku og Dahl og Neystabø og Neystabø gullvinnarar

Um vikuskiftið var FM í doubles avgreitt á tennisvøllinum í Gundadali

Hjá harrunum vóru tað Jón Brekku og Pætur Marjunarson Dahl, ið endaðu á fyrsta plássi
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bæði hjá monnum og hjá kvinnum vóru tað favorittarnir, ið fóru við gullinum, tá FM í tvímansleiki í tennis varð avgreitt um vikuskiftið.

Hjá monnunum vóru tað Jón Brekku og Pætur Marjunarson Dahl, ið endaðu ovast. Oftast plaga teir báðir Brekku og Dahl at standa á hvør sínari síðu av netinum til FM í harratennis, men hóast teir vanliga kappast móti hvørjum øðrum, duga teir eisini at samstarva, og hetta kom til sjóndar um vikuskiftið, nú teir vóru einasta greipan, ið vann allar sínar dystir.

Á øðrum plássi endaðu Ingi Højsted og Svenn Fuglø Jacobsen.

[object Object]

Gullvinnarin hjá kvinnum, Katrin Dam á Neystabø, hevði sligið seg saman við systrini Ásu Dam á Neystabø. Neystabø synergiin vísti seg at virka væl, tí tær báðar vunnu eisini allar dystirnar hjá sær.

Á øðrum plássi hjá kvinnunum endaðu Rúna Seyer Eliassen og Frida Poulsen.

Báðar kappingarnar vórðu skipaðar sum ein bólkur, har øll liðini spældu móti hvørjum øðrum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2022

65 Leygardagur 27. august 2022

Niels Juel Arge tryggjaði sær EM-silvur

Hann lyfti samanlagt 197 kilo og setti eitt føroyskt met. Av tí at Føroyar ikki eru í EWF og IWF enn, luttók Niels Juel vegna Danmark og danska felagið AK Atlas - tó við Merkinum um hálsin við heiðursmerkjahandanin

Fyrr í ár vann Niels Juel DM, oog í gjár var hann millum teir bestu í Evropa í sínum bólki
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Við evropameistarastevnuna í vektlyfting fyri masters, sum hesa vikuna hevur verið í býnum Raszyn uttanfyri Warzsawa í Pólandi, eydnaðist Niels Juel Arge úr Havn mánadagin at vinna silvur í aldursbólkinum 55-59 ár og vektbólkinum 109+ kilo.

Kappingin stóð serliga við svian Lars Ekman, sum á yngri árum var ein av bestu svensku vektlyftarunum og mánadagin vann gull, og grikkan Dimitrios Tzimas, sum ívann bronsu. Niels Juel lyfti 197 kilo samanlagt; 80 kilo í trekk (snatch) og 117 kilo í stoyt (clean and jerk).

Stoytið á 117 kilo er føroyskt met vektbólkinum 109+ kilo í opnum bólki og í masters 55-59 ár. Hetta lyftið í stoyt var samstundis tað besta í hesum bólkinum mánadagin, men sviin lyfti meira í trekk, samtundis sum Niels Juel fekk kolldømt 86 kilo lyft í trekk.

Masters kappingar í vektlyfting eru vælumtóktar, og hava verið hildnar síðani 1991. Í fjør var kappingin í Niðurlondum - næsta ár verður hon í Írlandi. Samanlagt eru 565 luttakarar: 220 kvinnur og 345 menn úr 30 londum í ár. Russland luttekur ikki hesaferð og fáir ukrainar eru.

Føroyar eru limur í norðurlendsku vektlyftarasamgonguni NWF, men eru ikki í evropeiska EWF og altjóða IWF enn. Niels Juel luttók tí í hesi kappingini vegna Danmark og danska felagið AK Atlas í Slagelse. Tó við Merkinum um hálsin við heiðursmerkjahandanina. Fyrr í ár vann hann DM-Masters.

[object Object]

Føroya Styrkisamband hevur í løtuni umsóknir um limaskap inni hjá EWF og IWF, og ábendingar eru um, at IWF og EWF fara at brúka sama leist sum NWF. Tað vil siga, at flokka Føroya sum eitt sonevnt ‘ítróttarland’ og síðani geva Føroyum fullan limaskap. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2022

66 Leygardagur 27. august 2022

Tríggjar kappingar í styrkilyfting fyri framman

Hesaferð er kappingin yvir trý vikuskifti í trimum venjingarmiðstøðum, har ið kappast verður í einum lyfti hvørja ferð

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyrsta føroyameistarastevnan í styrkilyfting (powerlifting) undir Føroya Styrkisambandi varð hildin á Føroyaleikunum fyrr í summar. 

Vár G. Hansen úr Styrkifelagi Føroya gjørdist føroyameistari hjá kvinnunum við íalt 365 kilo. Hjá monnum varð Rógvi Sørensen úr Burn Athletics føroyamestari við íalt 580 kilo.

Nú verður aftur kapping í styrkilyfting. Hesaferð er kappingin yvir trý vikuskifti í trimum venjingarmiðstøðum, har ið kappast verður í einum lyfti hvørja ferð. 

Lyftini eru ávikavist beinbend (squat), bonkpress (benchpress) og rættstøðulyft (deadlift). 

Byrjað verður við beinbend í dag kl 13 í Tvørmegi. Bonkpressað verður leygardagin 3. september kl 14 í Burn. Rættstøðulyft er leygardagin 10. september kl 13 í Yndi.  

Møguleiki er fyri at seta føroyskt met í bonkpress. Kappingin er skipað eftir reglumum hjá Føroya Styrkisambandi, tað vil siga góðkendir dómarar og altjóða dopingreglar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2022

67 Leygardagur 27. august 2022

Landsliðini til EM í dart úttikin

Landsliðini hjá monnum og kvinnum skulu til EM kapping í Spania í heyst, og vórðu tey úttikin leygardagin, tá skipað eisini var fyri stórari kapping á Skála

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygardagin var stór dartkapping í høllini á Skála. Yvir 60 leikara vóru møttir, og samstundis tóku landsliðsvenjarnir, Annfinn Allanson Hjaltalin og Kristian Joensen, landsliðini hjá kvinnum og monnum út.

Landsliðini skulu, fyri fyrstu ferð síðani altjóða góðkenningina, til eina EM kapping, og veður hon í Gandia í Spania frá 28. september til 1. oktober.

Hjá kvinnum er talan um sama landslið, sum fyrr í ár var til norðurlandameistaraheitið í Svøríki. Tær eru møðgurnar Beinta Joensen og Jóna Miðalberg úr KDF, Annfríð E Jacobsen úr HDF og Birthe Sikivat úr ADF.

Hjá monnunum er ein lítil broyting frá fyrr í ár, tá Niels Thomsen úr HDF er komin inn fyri Jón Johansen úr VDF. Hinir á liðnum eru Jan Erik Fjallstein úr VDF og Uni Árting og Jan McIntosh úr HDF, teir báðir seinastu blivu í tvímansleiki nr. trý til norðurlandameistaraheitið fyrr í ár.

Uni Árting í flokki fyri seg
Nógv fólk var komið saman til fyrstu kappingina aftan á summarferiuna. Hjá monnum er kappingin soleiðis skipað, at tað er ein A bólkur, sum er fyri teir meira royndu leikararnar, og so ein B bólkur fyri teir, sum ikki hava tær stóru royndirnar.

Í A bólkinum sóu vit, at menn hava vant nógv í summar, og var støðið rættiliga høgt. Serliga skaraði Uni Árting úr Havnar Dartfelag framúr, og vóru fleiri av hansara spølum yvir 80 í miðal. Uni spældi seg eisini fram til finaluna, har hann vann 7-1 á Niels Thomsen eisini úr Havnar Dartfelag. Nummar trý gjørdust Jens Petur Poulsen úr Havnar Dartfelag, og Jan Erik Fjallstein úr Vága Dartfelag.

Í B bólkinum komu Jóan Jakku Joensen úr Havnar Dartfelag og Rógvi Rasmussen úr D9 á Skála í finaluna. Jóan Jakku vann finaluna 5-2. Á triða plássið komu Carl Eli Nolsøe Samuelsen úr Havnar Dartfelag og Petur Johansen úr Leynum.

Spennandi finala hjá kvinnum
Føroyskt dart saknar kvinnur, og eru rættiliga fáar, sum tora út í feløgini og til kappingar. Í ár hava bara átta kvinnur luttikið í kappingunum, og á Skála leygardagin vóru seks teirra.

Landsliðsspælarnir Birthe Sikivat úr Havnar Dartfelag og Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag spældu seg fram til finaluna.

Finalan gjørdist spennandi og vann Birthe 4-3. Nr. trý gjørdust Jóna Miðalberg úr Klaksvíkar Dartfelag og Joan Edvør Jacobsen úr Vága Dartfelag.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2022

68 Leygardagur 27. august 2022

Minningarorð: Sjúrður

Táið tað tynti fyri degi í gjáramorgun árla, komu boðini, sum hava verið væntandi í eina tíð. Sjúrður Jacobsen hevði lagt árarnar inn í foldarlívinum og ístaðin sett kósina ímóti teimum himmalsku bústøðunum. 65 ára gamal

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Tórbjørn Jacobsen

Táið tað tynti fyri degi í morgun árla, komu boðini, sum hava verið væntandi í eina tíð. Sjúrður Jacobsen hevði lagt árarnar inn í foldarlívinum og ístaðin sett kósina ímóti teimum himmalsku bústøðunum. 65 ára gamal. Hann var borin í heim í Uunaateq (Kap Tobin) nakað suður frá eysturgrønlendska býnum Ittoqqortoormiit, og hóast hann hevur búleikað nakað nógv í høvuðsstaði okkara, mundi hann mest av øllum kenna seg sum svínoying.

Um dagarnar var hálv øld runnin síðan vit - nakrir ungdómar - úr ymsum heraðshornum í Føroyum - hittust í túninum við Studentaskúlan í Hoydølum. Ein nýggj og spennandi løta hjá teimum flestu. Realskúli var eisini hildin á skúlanum, og ein av næmingunum, ein legði merki til í seinasta realflokkinum – Sjúrður var eitt stórt ár yngri enn eg – var ein havnardrongur, sum næstan yvirhálaði Hera, seinri kendur pastorur, í flata málførinum uttan úr Svínoy. Uppvaksin á Frælsinum í Havn, men sum onkur tók til, so bygdasligur, at hann valdi realskúlan í Hoydølum fram um alternativini í býnum, tí hann ynskti at vera millum ungdómarnar av bygd, sum tá komu í Hoydalar í realskúla, tí at tilboðið ikki var í heimbygdini ella har í námind. Soleiðis kom hann eisini at kenna hópin av fólki kring landið.

Sjúrður var ikki eitt kopi, hann var originalur í orðsins sanna og positiva týdningi. Hann var natúrmenniskja og óvanliga virkishugaður. Veiðimaður. Ein av fáum sum fekk entreprenørlyndi í vøggugávu. Hevði ikki varðhugan av, at gull og grønar skógir vóru motivatiónsfaktorurin, táið hann fór í holt við eitthvørt. Tað snúði seg meiri um at fáa okkurt at henda kring um seg – har sum hann var. Og seinasta átakið, rognkelsis-alingin í Svínoy, er besta dømi um tað, ella sum miðlarnir tóku til um tað mundið: ”Sjúrður Jacobsen gongur ímóti rákinum.” Og sum onkur skrivaði í desember mánaði í 2019, táið fyrstu rognkelsini vórðu avskipað á Eiðinum: ”This was a proud moment for Sjúrður Jacobsen, manager and entrepreneur, in charge of this first export.”

Sjúrður var í skiftandi vinnum í arbeiðslívinum, ofta í leiðandi funktiónum. Hann fekk sær fiskivinnuútbúgving í Noregi. Eftir tað var hann til skips, arbeiddi hjá Fiskasøluni, var partur av leiðsluni á flakavirkinum Frost í Leirvík, somuleiðis á Harfrost í Fuglafirði og seinri virkaði hann fisk í egnum felag í kjallaranum hjá Arbeiðsmannafelagnum Hæddini í Saltangará. Seinri aftur í leiðsluni á einum norskum flakavirki og í nógv ár var hann fabrikssjefur á einum grønlendskum rækjutogara, hagartil hann aftur ynskti at brúka viðfødda entreprenørfaktorin, hesaferð á gomlu smoltstøðini í Svínoy, sum pápi hansara í sínari tíð tók stig til at fáa upp at standa. Hann gekk av heilum huga inn í hesa verkætlanina, og saman við Regini á Bakka fekk hann soleiðis ein vinnuspíra at blomstra í bygdini, ið stóð honum so ómetaliga nær, so nógv sum hann hevði verið har úti hjá ommuni Mallu og abbanum Edvardi, ið var alkendur í samtíðini og sum bók er skrivað um av Zachariasi í Mortansstovu í Norðragøtu.

Vit báðir kendust og komu av góðum grundum at kennast uppaftur betur hesi seinastu nógvu árini, eftir at ein beiggi hansara og ein systir mín krøktu seg saman á felags lívsleið. Tíðliga í vár ringdi hann og bjóðaði mær í 65 ára føðingadag. Eg visti um heilsustøðuna, kortini kendist hann at vera væl fyri hetta kvøldið, eg royndi eftir førimuni at siga nøkur orð, m.a. vóru sálaði pápi mín og føðingardagsbarnið sera góðir vinir, og so birgur var hann hesa løtuna, at hann treiv í harmonikuna og spældi undir til felagssangin. Nú eru nakrar fáar vikur gingnar síðan vit sótu undir liðuni á hvørjum øðrum, í einum øðrum føðingardegi, hjá einum av børnunum í høpinum, har vit áttu felags ognarskap íleguliga. Hamurin var viknaður, men intellektið var hitt sama, og positiva og káta lyndið var ikki skamfílað. Sjúrður hevði ongan bakspegil í sínum lívsfari, hann var ikki ein nørdutur konsekvensberoknari, hann ynskti at ganga fram, hevði eg nær sagt, kosta hvat ið tað kosta vildi. Og honum dámdi serliga væl fólk við framburðshugi á vinnuliga mótinum, og á politiska bóvnum haldi eg meg kunna siga, at hann var framburðshugaður tjóðskaparmaður. Yvirhøvur haldi eg, at orðið frælsi var eitt fyribrigdi, sum hevði stóran týdning fyri hann – í øllum lívsins viðurskiftum.

Eitt sjáldsamt menniskja hevur forlátið okkum. Álopin innanífrá og foyktur av foldini. Humoristur av Guðs góðu náði, altíð við tí jaliga orðinum, og hann hevði tann merkiliga eginleika, at øll sum kendu hann, gjørdust góð við hann, kanska tí at hann bara tosaði gott um onnur menniskju. Í einari av teimum sváru og seinastu stundunum, skrivaði Jørgen-Frantz til vinmannin William Heinesen, at orglið spældi sum ongantíð áður, men at kirkjan helt ikki til musikkin. Vitið og hjartað vildu meiri enn hamurin helt fyri. Á leið soleiðis kennist tað, nú Sjúrður er farin heim til Harran at vera. Mátti hesin sami troysta tykkum, sum eftir sita í sorgini, um mín góða vin Sjúrð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2022

69 Leygardagur 27. august 2022

Elias á Skipagøtu til týskt stórfelag

THW Kiel fær heiðurin at hava Elias á Skipagøtu á liðnum í 2023, skriva svenskir miðlar

Elias Ellefsen á Skipagøtu her fyri føroyska landsliðið í Kiel fyrr í ár. Næsta kappingarár verður hetta heimavøllurin hjá úrmælinginum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stóra talentið í føroyskum hondbólti seinastu árini hevur verið Elias Ellefsen á Skipagøtu. 20 ára gamli hoyvíkingurin hevur verið í svenska felagnum Sävehof seinastu tvey árini, og næsta kappingarár fer hann at royna eydnuna í einum av sterkastu deildunum.

Tað verður í týsku Bundesliguni og við THW Kiel, at úrmælingurin fer at vísa síni kynstur tá hetta kappingarárið er av.

Hetta skrivaðu svenskir miðlar í gjárkvøldið, millum annað Göteborgposten.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur annars sáttmála við Sävehof í tvey ár afturat, men sambært Aftonbladet er fyrivarni tikið í sáttmálanum fyri ymiskum evropeiskum stórfeløgum, sum hann kann gera nýggjan sáttmála við aftan á hetta kappingarárið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2022