Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 17. september 2022 | Nr. 38 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Fyrsti av sínum slag í Føroyum

SíÐa 3

1 Leygardagur 17. september 2022

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Við hurðini á gloppi

Spennandi svenska ríkisdagsvalið er nú av, og úrslitið gjørdist, at reyði vongurin tapti valið til tann bláa, og Magdalena Andersson hevur nú lagt frá sær, og alt bendir á, at formaðurin fyri Moderata samlingspartiet, Ulf Kristersson, verður leiðari fyri einari nýggjari borgarligari stjórn.

Tað, sum er heilt serligt við svenska valinum hesaferð er, at fremmandafíggindaligi flokkurin ytst á høgraveinginum, Sverigedemokraterna, gjørdist størstur av teimum borgarligu flokkunum, og tí er tað nú næststørsti blái flokkurin, ið av tingformanninum hevur fingið litið upp í hendur at skipa stjórn.

Hetta við at víðgongdir tjóðskaparflokkar, hvørs uppruni stavar frá rørslum, ið mest eru at meta sum fasistiskar ella nasistiskar – í hvussu so er fáa teir dyggan stuðul frá hesum rørslum – er eitt nýtt rák kringum okkum. Í Danmark er tað Fremskridtspartiet, seinni Dansk Folkeparti og Nye Borgerlige. Í Noregi er tað Fremskrittspartiet, í Finnlandi Sannfinländarna, í Bretlandi UKIP. Longuri suðuri í Evropa hevur fasisma meira ella minni verið ein politiskur veruleiki í alla tíð.

Í Føroyum er politikkurin tíbetur ikki enn rakt av hesi basilluni, hvørs endamál tykist at vera at eta fólkaræðið upp innanífrá, eins og vit uppliva í londum sum Russlandi, Ungarn, Brasil og USA.

Men tað kann henda so skjótt.

Tá forkvinnan fyri svenska javnaðarflokkin takkaði fyri seg sum forsætisráðkvinna, sendi hon eini boð til komandi forsætisráðharran um, at “hurðin inn til sosialdemokratarnar stóð á gloppi”, og at hann altíð var vælkomin at koma innar og tosa um eitt møguligt samstarv tvørtur um miðjuna.

Hetta verður neyvan veruleiki, og allar flestu eygleiðarar eru sannførdir um, at tað fer at eydnast Ulf Kristersson at skipa eina borgarliga minnilutastjórn við ytsta høgraveinginum sum stuðli.

Tað er leita sær stuðul frá ytsta veinginum, er jú ikki nakað nýtt. Sosialdemokratiski flokkurin hevur virkað hesa seinastu tíðina við stuðli frá Vänsterpartiet, flokkinum, sum fram til 1990 kallaðist Vänsterpartiet Kommunisterna.

So kann ein kjakast um hvør er longri úti á sínum vongi, Sverigesdemokraterna ella Vänsterpartiet, men ein slík sammeting er ómøgulig at gera.

Tað er tó áhugavert, at Magdalena Andersson letur “hurðina standa á gloppi” í eini roynd at fáa komandi forsætisráðharran at síggja burtur frá høgraflokkinum, sum fekk undirtøku frá umleið fimta hvørjum svenskum veljara.

Helst hevur føroyski starvsbróður hennara, Aksel V. Johannesen, eisini hoyrt hesi boðini, og helst vónar Aksel innast inni, at tað ikki eydnast Sverigedemokraterna at fáa ávirkan á komandi svensku stjórnina.

Nú hava vit ikki slíkar flokkar í Føroyum, sum av stórum parti av politiska spektrinum verður mettur sum “vandamikil”.

Men átti Javnaðarflokkurin ikki kortini at umhugsa støðutakanina um at sýta fyri at tosa við Fólkaflokkin, systirflokkin hjá Moderaterna, í komandi landsstýrissamráðingum?

Tað kann so skjótt henda, at ein politiskur veruleiki troðkar seg á, ið ger tað neyðugt at finna semjur tvørtur um miðjuna. Og tá er tað ein meinbogi ikki at duga at síggja út um vanligar ‘blokkar’ á tingi.

Ikki tí – eitt samstarv millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin tykist veruleikafjart í løtuni. Men at siga kategoriskt nei at umhugsa møguleikan fyri samstarvi, er politikkur á sandkassastøði. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3211

    Lisnar síður: 13532

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 17. september 2022

Grønarók eitt plettskot á grønu leiðini 

Hósdagin varð eitt søguligt og týðandi stig tikið á grønu leiðini hjá MEST í Havn, tá fyrsti elrikni alibáturin av sínum slag varð tikin í nýtslu.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Runi M. Hansen, nevndarformaður og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost í eini "dreymaverð", har hvørki oljuluktur ella larmur er til longur - her í "maskinrúminum" á Grønurók, har elbattarí eru nýggja innbúgvið (Mynd Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hósdagin var satt hátíðarhald á vestaru bryggju í Havn, tá fyrsta elrikna tvíkiljan av sínum slag til alivinnuna varð víst fram og roynd fyri umboðum fyri landsstýrið, Umhvørvisstovuna, SEV, Mest og Bakkafrost og øðrum við tilknýti og áhuga fyri grøna orkuskiftinum í Føroyum.

[object Object]Stjórin á Mest, Mouritz Mohr og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost hava júst undirskrivað handanina av nýggja elrikna alibátinum (Mynd: Jan Müller)

Hóast við somu kenslu og endamáli sum tá vindmylnulundir omanfyri Havnina sóu dagsins ljós, so kendist henda løtan eitt sindur øðrvísi.

Grøna orkuskiftið á landi hevur longu tikið dik á seg, og nú er túrurin av álvara komin til sjógvin og sjóvinnuna, sum í dag eigur stóran part av útlátinum. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]Stjórin í Mest, Mouritz Mohr bjóðar fyrstu gestunum umborð á seinasta nýbygningin hjá MEST, Grønarók og greiðir frá trygdini umborð. Mynd Jan Müller.


Talan er um eina slóðbrótandi verkætlan, sum hóast hon kann tykjast sum ein dropi í havinum, tá hugsað verður um stóru tøkini, ið skulu takast fyri at gera allan flotan grønan, so varð hetta eitt týðandi stig fyri ikki at siga byrjan.

Og hóast vit hava sæð aðrar bátar í alivinnuni útgjørdar við battaríum til elrakstur, so er nýggjasti arbeiðsbáturin í føroysku alivinnuni nakað nógv meira. Hann er burturav rikin við elorku. Stóru battaríini umborð koma istaðin fyri dieselolju og kunnu løðast úr landi til sigling í 12 tímar. 

[object Object]

Verkfrøðingar, handverkarar og onnur hjá Mest og øðrum fyritøkum við hava gjørt eitt megnar arbeiði og hava við hesum tiltaki sett út í kortið eina møguliga og vónandi heilt nýggja kós fyri mongu skipini og bátarnar í bæði fiski- og aliflota og innan almennu samferðsluna.

[object Object]

Talan er um eitt slag av  granskingarverkætlan, sum hevur fingið stuðul frá Norðurlanda Ráðharraráðnum og í samstarvi við landsstýrið, ið ynskir at vera við til at rudda slóð fyri grøna orkuskiftinum í Føroyum.  

Báturin, sum Bakkafrost her hevur umbiðið frá føroyskum veitarum, kostar 15 mió. kr. Roknað verður tó við at kunna byggja bíligari elriknar bátar í framtíðini og umhugsar Bakkafrost longu at kanna møguleikan fyri at umbyggja verandi aliarbeiðsbátar til burturav at verða riknir við streymi í framtíðini. Tó verða eisini aðrir møguleikar so sum  vetni og øðrum orkuloysnum.  

Mest, sum hevur staðið fyri arbeiðinum,  vil heldur enn fegið átaka sær bæði at gera nýbygningar og at umbyggja verandi bátar og skip. Sum tíðin frálíður fer tað at vera munandi bíligari at reka slíkar bátar við streymi heldur enn við diesel. Og tá koma teir av hava minst møguligt ella als einki útlát. 

Bakkafrost hevur í dag umleið 60 skip og bátar í sínum aliflota. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2022

3 Leygardagur 17. september 2022

Fyrsti av sínum slag í Føroyum

El-rikni alibáturin Grønarók sum varð handaður Bakkafrosti hósdagin, er hin fyrsti av sínum slag

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroysku alifeløgini hava nógvar tvíkiljur í føroysku firðunum, men hósdagin varð tann fyrsta elrikna tvíkiljan handað Bakkafrosti.

Kostnaðurin er 15 milliónir krónur. Norðurlendska ráðharraráðið og Føroya Landsstýri hava goldið fýra milliónir krónur av verkætlanini.

Sagt verður, at battaríni halda í einar tólv tímar meðan báturin er í drift.

Ólavur Frederiksen, Faroephoto, tók myndirnar:

[object Object]Regin Jacobsen, Rúni M. Hansen og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

[object Object]
Mouritz Mohr, stjóri í Mest og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost

[object Object]

Fleiri myndir her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2022

4 Leygardagur 17. september 2022

Vatnorkan sló øll met í august

Elframleiðslan úr vatni í august í ár fleirfaldaðist í mun til august í fjør og tað, vit vanliga síggja í hesa ársins tíð. Heili 30 prosent av samlaðu framleiðsluni í august var vatnorkuframleiðsla

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

“Hetta er tann besti august mánaði, vit nakrantíð hava sæð í mun til vatnorkuframleiðslu”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.

Hoyterrin hevur ikki verið av tí besta í august, men í mun til grøna orku hevur august roynst øgiliga væl, skrivar heimasíðan hjá SEV.  Regnmátarin á Fitjunum í Vestmanna vísti 81,3 millimetrar í august í ár í mun til 17,2 millimetrar í august í fjør. Sigast skal tó, at sera turt veður var í august mánaði í 2021.

Hetta sæst eisini í tølunum fyri vatnorkuframleiðsluna. Í august í fjør kom vatnorkuframleiðslan upp á 1,7 GWt, meðan vit í august í ár vóru uppi á 10,5 GWt. Ein hækking á meira enn 500 prosent.

Vindorkuframleiðslan øktist eisini munandi í august í ár í mun til í fjør, og stóð fyri 25 prosentum av samlaðu framleiðsluni, meðan elorka úr biogassi minkaði nakað.

Tilsamans kom varandi orkuframleiðslan í august upp á góð 55 prosent av samlaðu framleiðsluni, og spardi SEV fyri sløk 3.500 tons av olju í mun til august í fjør. Higartil í ár, hava vit brúkt 6.800 tons færri enn sama tíðarskeið í fjør.

Vatnorkuframleiðslan fyri árið fram til 31. august í ár liggur framman fyri sama tíðarskeið í 2015, sum var metár í mun til vatnorkuframleiðslu við 133 GWt. Síðan 2016 hevur miðalframleiðslan úr vatni verið 106 GWt.

- Sum tað sær út nú, eru útlitini fyri grønari orkuframleiðslu restina av árinum góð. Fleiri vindmyllur eru komnar upp, og nakrar koma afturat. Samstundis fer verkætlanin í Porkeri við battaríum og synkronkompensatori væntandi at koma í eina fasta legu í heyst, sigur Her Mortensen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2022

5

Størv

Fíggjarleiðari til TAKS (endurlýsing)

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024

Ráðgevi til Granskingar- og framtakseindina á Setrinum

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Bókhaldsfólk til P/F Frost

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Nordiska ministerrådet söker direktör till Nordens institut i Grönland (Nuuk)

Meira Umsóknarfreist: 14. mai 2024

Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktari til seingjadeildina

Meira Umsóknarfreist: 06. mai 2024

Ergo - ella fysioterapeut til Sernám

Meira Umsóknarfreist: 01. mai 2024

Námsfrøðingar til Barnahúsið Sellin

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2024

Føroya besti KT-ráðgevi?

Meira Umsóknarfreist: 01. mai 2024

Dugir tú at lesa sjókort?

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Elektrikkari til Articon

Meira Umsóknarfreist: 06. mai 2024

Seniorrådgivare inom politikområdet utbildning och forskning till Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Í læru sum event-tøkningur

Meira Umsóknarfreist:
6 Leygardagur 17. september 2022

Undirsjóvarvodka sleppur ikki á hillarnar fyribils

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið Faer Isles Distillery boð um at afturhalda vøruna. Trupulleikin er, at vatnið ikki kemur frá løggildum tappistaði

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir ætlan skuldi gullvinnandi føroyskt undirsjóvar-vodka frá Faer Isles Distillery koma á hillarnar í Rúsunum kring landið tá rúsdrekkasølurnar lótu upp í gjár.

Men soleiðis verður ikki - ikki fyribils í øllum førum. 

- Vit hava júst fingið boð frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har tey biðja okkum afturhalda okkara nýggja North Atlantic Subsea Vodka. Trupulleikin er sambært HSF, at vatnið ikki kemur frá løggildum tappistaði, ljóðaðu boðini frá Faer Isles Distillery fríggjadagin.

Sambært distillarínum er vatngóðskan kannað av Thetis og er sera góð.

- Vit hildu hetta vera nóg mikið. Men sambært Heilsufrøðiligu Starvsstovuni má vatn til matvøru einans koma frá løggildum tappistaði, verður sagt.

Faer Isles Distillery harmast um støðuna, og sigur seg fara at gera alt tey kunnu, fyri at fáa loyvi at selja vøruna.

Vatn úr Sandoyartunlinum
Tað var tá Sandoyartunnilin varð boraður, at ein leki varð funnin, har feskt vatn rann úr. Tað vísti seg at renna stórar nøgdur støðugt úr lekanum í fleiri mánaðar, og har fekk Kristian Stórhamar, annleggsleiðari hjá NCC í tunlinum, hugskotið, at hetta kundi brúkast til spiritus-framleiðslu.

Síðani fór menningartoymið hjá Faer Isles í gongd við at gera produktið, og náddu at hava tað klárt, áðrenn seinasta skotið bleiv latið av til tunnilin.

Subsea Vodka bleiv beinanvegin sent inn til eina av fremstu altjóða kappingunum fyri vodka, The Vodka Masters. Kappingin hevur nakrar av bestu serfrøðingunum í heiminum í dómsnevndini. 1. september bleiv tað almannakunngjørt, at Subsea Vodka hevði vunnið gull í flokkinum Super Premium.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2022

7 Leygardagur 17. september 2022

Tórshavn umhugsar at innlima Sandoynna í kommununa

Heðin Mortensen, borgarstjóri, letur nú upp fyri tættari samstarvi millum høvuðsstaðarkommununa og kommunurnar í Sandoy

Heðin Mortensen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tórshavnar kommuna arbeiðir við tankanum um at innlima Sandoynna í høvuðsstaðarkommununa.

Hetta framgongur av einum tíðindastubba, sum varð lagdur á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu hósdagin.

Tað framgongur ikki í greinini, um talan er um eina ítøkiliga ætlan, tí greinin er skrivað sum hugleiðingar hjá borgarstjóranum, Heðini Mortensen.

Her verður sagt, at nú tað skjótt verður koyrandi millum Sandoynna og Suðurstreymoy, so er áhugi fyri at skipa eitt samstarv millum Sandoynna og høvuðsstaðarøkið.

Heðin Mortensen ger tó greitt, at talan ikki verður um at leggja fleiri kommunur afturat Havnini fyrr enn borgararnir eru spurdir eftir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2022

8 Leygardagur 17. september 2022

Fólkið ynskir færri valevni

Greitt útslit av atkvøðugreiðslu á portal.fo

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er ein rættiliga stórur partur av føroyska fólkinum, sum heldur at flokkarnir skulu lata vera við at seta ov nógv nøvn á listarnar, tá veljast skal til fólkatingið.

Portal.fo setti týsdagin fram spurningin “Hvussu nógv nøvn heldur tú, at politisku flokkarnir skulu sesta á sínar listar til fólkatingsvalið”. Spurningurin varð lagdur út fyrrapartin, og møguligt var at greiða atkvøðu fram til klokkan 20.

3.635 brúkarar vóru við í atkvøðugreiðsluni, og nógv tann størsti parturin av teimum, 61 prosent, halda, at flokkarnir skulu stilla upp við færri enn fimm fólkum.

26 prosent mæltu til 5-10 fólk, meðan bert 12 prosent halda at flokkarnir, eins og teir flestu hava gjørt higartil, skulu stilla upp við 10 fólkum ella fleiri. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2022

9 Leygardagur 17. september 2022

Fólkatalið er nú 54.200

Seinasta árið løgdust 670 fólk afturat fólkatalinum, ið svarar til ein vøkstur á 1,3 prosent, skrivar Hagstovan

Nú búgva yvir 23.000 fólk í Tórshavnar kommunu, og tað svarar til 43 prosent av samlaða fólkatalinum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

1. august vóru vit 54.200 fólk í Føroyum.

Seinasta árið løgdust 670 fólk afturat fólkatalinum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,3 prosent, sum er minni enn undanfarna 12-mánaðarskeið, tá vøksturin var 1,5 prosent.

Ein fjórðingur av vøkstrinum hetta seinasta árið kemur av einum burðaravlopi – munurin millum fødd og deyð – á 160 fólk, og tríggir fjórðingar koma frá eini nettoflyting – munurin millum til- og fráflyting – á 510 fólk.

Burðaravlopið er minkað í helvt samanborið við undanfarna tíðarskeið, og hetta kemur av, at færri eru fødd og fleiri eru deyð. Hinvegin er nettoflytingin økt í mun til undanfarna tíðarskeið. Gongd er aftur komin á flytingarnar, sum minkaðu nógv eftir at koronufarsóttin byrjaði at gera um seg, skrivar Hagstovan.

Í mun til somu tíð í fjør er fólkatalið vaksið í 14 kommunum, minkað í 14 kommunum og óbroytt í einari kommunu.

Størsti vøkstur í tali var í høvuðsstaðarkommununi. Nú búgva yvir 23.000 fólk í Tórshavnar kommunu, og tað svarar til 43 prosent av samlaða fólkatalinum. Av teimum 23.000 eru 21.000 búsitandi í Tórshavn, Hoyvík og Argjum.

Næststørsti vøkstur í tali var í Eysturkommunu, sum nú hevur 2.300 íbúgvar.

Lutfalsliga størsti vøkstur á heili 4,7 prosent var í Nes kommunu, og sostatt nærkast fólkatalið í kommununi 1.500 fólkum. Somuleiðis var lutfalsliga stórur vøkstur í Eysturkommunu, Eiðis og Vestmanna kommunu.

Fólkatalið minkaði mest í Hvalbiar og Sands kommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2022

10 Leygardagur 17. september 2022

Hvessingar vitjaðu Sandavág

Bólkurin varð rikin út aftur

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var ein bólkur av hvessingum, sum var at síggja á vágni í Sandavági týskvøldið.

Fyrst sá tað út sum ein stór grind, men tað vísti seg at vera hvessingur. Nakrir bátar komu til og róku bólkin út aftur.

Myndirnar eru frá jn.fo:

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2022

11 Leygardagur 17. september 2022

Eldsbruni í Havn

Ein persónur var inni, men slapp út í øllum góðum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Klokkan 13.15 fríggjadag fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum sethúsum í J. H. Schrøders gøtu í Havn.

Løgregla og sløkkilið fóru beinanvegin á staðið. Talan er um eini sethús.

Ein persónur var inni í húsinum, men hann kom út í øllum góðum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Løgreglan sendi boð út til grannarnar um at halda vindeygu og hurðar afturlatin orsaka av nógva roykinum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2022

12 Leygardagur 17. september 2022

ALS-gjaldið lækkar og barsilspeningurin hækkar

Landsstýrismaðurin ætlar at hækka hámarkið fyri útgjald úr Barsilsskipanini við 2.000 krónum og lækka ALS-gjaldið við 0,2 prosentstigum

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur í vikuni sent uppskot um broytingar í barsilslógini og í kunngerðini um ALS-gjald í almennna hoyring.

Landsstýrið ætlar, at Barsilsskipanin skal gerast uppaftur betri. Tí verður skotið upp, at hækka hámarkið fyri útgjaldið við 2.000 krónum, úr 25.000 upp í 27.000 krónur um mánaðin.

Økta útgjaldið verður mett at kosta Barsilsskipanini 5,8 milliónir krónur, og tí er neyðugt at hækka barsilsgjaldið. Hækkingin verður á 0,03 prosentstig, sum merkir, at barsilsgjaldið fer úr 0,86 upp í 0,89 prosent.

Samstundis verður ALS-gjaldið lækkað við 0,2 prosentstigum, úr 1 niður í 0,8 prosent. Henda broytingin er gjørd í samráð við ALS stýrið. Í krónum og oyrum er talan um eina lækking av inngjaldinum í ALS á umleið 50 milliónir krónur árliga, sum bæði borgarar og fyritøkur fáa ágóðan av.

Fyri ein løntakara við eini árligari inntøku á 300.000 krónur merkja broytingarnar í ALS og barsilsgjaldinum eina árliga sparing á góðar 500 krónur um árið.

Broytingarnar fáa eftir ætlan gildi á nýggjárinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2022

13
Leygardagur 17. september 2022

Bakkafrost millum tey bestu í Norðurlondum viðvíkjandi burðardygdsrapportering

Hetta er niðurstøðan í frágreiðingini hjá viðurkendu ráðgevingarfyritøkuni Position Green, ið hevur greinað burðardygdsrapporteringina hjá 300 teimum størstu, børsskrásettu feløgunum í Noregi, Svøríki og Danmark

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bakkafrost er millum bestu fyritøkurnar í Norðurlondum at gera burðardygdsrapportering. Hetta er niðurstøðan í frágreiðingini hjá viðurkendu ráðgevingarfyritøkuni Position Green (fyrr The Governance Group), ið hevur greinað burðardygdsrapporteringina hjá 300 teimum størstu, børsskrásettu feløgunum í Noreg, Svøríki og Danmark.

Bakkafrost fær karakterin ‘A’, sum verður givin fyri ‘frálíka rapportering í samsvari við bestu siðvenju á økinum. Góðar lýsingar av týdningarmiklum evnum og avrik á hesum økjum. Felagið hevur eina greiða strategi og hevur ásett ítøkilig mál, ið øll kunnu mátast’.

Millum aðrar fyritøkur, ið fáa sama karakter kunnu nevnast Danske Bank (DK), Gjensidige Forsikring (NO), Ericsson (SE), Telenor (NO), Volvo (SE) og Vestas (DK).

Bakkafrost hevur givið út burðardygdsfrágreiðingar síðani 2017, og arbeiðir eftir altjóða standardum viðvíkjandi burðardygdsrapportering, ið tryggjar gjøgnumskygni í rapporteringini, og at tølini eru sambærlig við tøl hjá øðrum fyritøkum.

Tordis Poulsen, leiðari fyri burðardygd á Bakkafrost, fegnast um viðurkenningina.

- Dygdargóð rapportering er ein grundleggjandi fyritreyt, um vit skulu flyta okkum fram á leið innan burðardygd. Vit kunnu ikki handfara tað, sum vit ikki kunnu máta. Okkum tørvar góð dátur at vísa, hvussu langt vit eru ávegis at náa okkara málum innan burðardygd, og tað er av stórum týdningi, at allar fyritøkur arbeiða eftir sama leisti, so at vit tryggja fult gjøgnumskygni í rapporteringini. Vit fegnast tí um hesa viðurkenning av okkara áhaldandi arbeiði at menna eina álítandi og gjøgnumskygda burðardygdsrapportering, sigur Tordis Poulsen í viðmerking.

Bakkafrost arbeiðir eftir eini burðardyggari vakstrarætlan, og sum liður í at skilja útlátið av vakstrarhúsgassum frá framleiðsluvøkstri hava vit millum annað gjørt íløgur í ein hybrid brunnbát, menning av eini elriknari tvíkilju umframt útbyggingar av smoltstøðum í Føroyum og í Skotlandi við vatnendurnýtslu (RAS).

Bakkafrost hevur fyri kortum almannakunngjørt ein samandrátt av sínari burðardygdsrapport, ið kann lesast her. Position Green ESG100-frágreiðingin kann takast niður her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2022

14
Leygardagur 17. september 2022

Brim Boats skal smíða tríggjar bátar afturat til Bakkafrost

Tá hesir verða handaðir, eru fimm bátar frá Brim Boats í flotanum hjá Bakkafrosti

(Mynd: Brim Boats)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikudagin undirskrivaði Brim Boats enn ein sáttmála við Pf. Bakkafrost Farming. Hann er upp á tríggjar skjóttgangandi arbeiðisbátar av slagnum Seawolf 825 Cabin. 

Teir verða útgjørdir við tveimum Mercury 150 Seapro motorum, fimm fjarðasetrum, plottara, radara og góðum arbeiðisljósi. 

Tá hesir verða handaðir, eru fimm bátar frá Brim Boats í flotanum hjá Bakkafrost, sigur fyritøkan í fráboðan á Facebook.

- Vit í Brim Boats er sera fegnir, um at Bakkafrost hevur valt- og eru væl nøgdir, við okkara bátar, til teirra brúk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2022

15 Leygardagur 17. september 2022

Føroyskar fosturtøkur nógv fleiri enn fyrr hildið

Nýggj tøl eru komin á borðið yvir hvussu nógvir føroyingar fáa framt fosturtøku í Danmark

Ríkissjúkrahúsið (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í miðal eru næstan 60 føroyskar kvinnur, ið fáa fosturtøku í Danmark um árið. Tað vísa nýggj hagtøl frá danska Heilsumálaráðnum, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur fingið til vega

Sambært almennu føroysku hagtølunum eru lutfalsliga nógv færri føroyskar kvinnur, sum fáa fosturtøku, enn kvinnur í granalondunum.

Men hesi tøl eru skeiv. Veruligu føroysku fosturtøkutølini eru nógv hægri, enn vit hava hildið, verður nú staðfest í tíðindaskrivi frá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi. 

Nýggj hagtøl frá danska Heilsumálaráðnum, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur umbiðið, vísa, at í miðal eru næstan 60 føroyskar kvinnur um árið, sum fáa fosturtøku í Danmark. Hagtølini vísa eisini, at tað eru fleiri, sum fara úr Føroyum til Danmarkar at fáa fosturtøku. Tað merkir, at fosturtøkutalið pr. 1.000 livandi fødd fer úr 39 upp í 125. Og at tað í veruleikanum í minsta lagi eru næstan 100 føroyskar kvinnur í miðal, sum á fáa fosturtøku um árið, og ikki góðar 30, sum hildið hevur verið, verður staðfest í tíðindaskrivinum.

Ein av fortreytunum fyri at fáa fosturtøku á almennum sjúkrahúsi í Danmark er, at viðkomandi skal vera skrásettur í Danmark. Tað er tískil sannlíkt, at nógvar av kvinnunum, sum koma úr Føroyum, skráseta seg sum búsitandi í Danmark í sambandi við fosturtøkuna.

Sjúrður Skaale heldur tað vera neyðugt, at vit nú taka ábyrgd av hesum økinum í Føroyum:

- Tølini prógva tað, sum mong munnu havt havt ein varhuga av: At tað er anarki á økinum. Vit vita, at tað eru kvinnur, sum fáa sína fosturtøkuumbøn játtaða av somu orsøkum, sum aðrar fáa hana noktaða. Tað vil siga, at tilvildin og persónligi hugburðurin hjá læknanum ræður. Og hesi nýggju tølini vísa, at nógvar kvinnur fara uttan um lógina á ein annan hátt - nevniliga við at fara til Danmarkar. Hetta ber snøgt sagt ikki til. Nú mugu vit tora at taka ábyrgd av hesum, sigur fólkatingsmaðurin. 

Skeiv tøl

Hetta er ikki fyrstu ferð, at politikarar royna at finna útav, hvussu nógvar føroyskar kvinnur fara til Danmarkar at fáa fosturtøku.

Í 2004 spurdi Radikale Venstre heilsumálaráðharran hvussu nógvar kvinnur í árunum 1999-2002 fóru til Danmarkar at taka fosturtøku. Svarið var: 1 kvinna.

Í 2017 spurdi fólkatingsmaðurin Magni Arge heilsumálaráðharran, hvussu nógvar føroyskar kvinnur árliga fóru til Danmarkar at fáa fosturtøku. Tá var svarið 1 kvinna um árið. 

Mong hava verið fullgreið um, at hesi tølini vóru skeiv. Tí hevur Sjúrður Skaale spurt meira nágreiniliga um málið. Tað hevur tikið drúgva tíð, kravt stórt arbeiði og nógvar sonevndar "koyringar" hjá Danmarks Statistik at finna fram til svarini.

Og hetta er neyvan tann fulli sannleikin heldur, tí tað eru eisini føroyskar kvinnur, sum fáa fosturtøku heilt uttan fyri skipanina, skrivar Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivinum.

Nýggj tøl verða lagt fram á almennum tiltaki í heyst

Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur ikki bara fingið til vega verulig hagtøl, men hevur eisini tosað við kvinnur, sum hava royndir á økinum, læknar í bæði Føroyum og Danmark og onnur, sum hava við økið at gera.

Hetta verður alt lagt fram í Føroyum seinni í heyst.

Endamálið er at fáa veruleikan um hetta evnið fram í ljósið, og at fáa eitt kjak, sum byggir á fakta, og sum vónandi kann leiða fram til, at politiska skipanin tekur ábyrgd av økinum við eini føroyskari lóggávu.

Kanningin og nýggju hagtølini verða løgd fram á almennum tiltaki í Reinsarínum í Havn, fríggjadagin 30 september.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2022

16 Leygardagur 17. september 2022

32 fosturtøkur framdar í fjør

Seinastu átta árini hevur miðaltalið verið um 25 árliga, og er talið fyri í fjør tí nakað hægri enn undanfarin ár, men tó hevur Føroyar lægsta fosturtøkutíttleikan í Norðanlondum, sigur Hagstovan

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í 2021 vórðu 32 fosturtøkur framdar í Føroyum.

Seinastu átta árini hevur miðaltalið verið um 25 árliga, og er talið fyri í fjør tí nakað hægri enn undanfarin ár, skrivar Hagstovan.

Talið á fosturtøkum í fjør var áleið tað sama sum fyri eini 10 árum síðani, men tað er tó nógv lægri enn tað var frá 1980unum og fram til 2004, og framvegis er tað nógv lægsta talið í Norðurlondum.

Hagstovan skrivar, at av tí at tølini eru smá, kunnu sveiggini vera stór frá einum ári til annað. Tó er gongdin greið, har tølini sum heild hava verið minkandi, eisini tá talið á fosturtøkum verður roknað í mun til talið á livandi føddum.

Í seinnu helvt av 90unum vóru fosturtøkurnar í miðal 50. Eftir aldarskiftið vóru tær um 40-45, og í fyrru helvt av 10unum vóru tær um 30. Síðan 2015 hava tær verið um 25.

Tá hugt verður at aldursbýtinum í fosturtøkutíttleikanum – roknað eftir talinum á kvinnum í hvørjum aldursbólki – er tað nú lægst millum yngstu kvinnurnar, síðan veksur til tað mesta í aldursbólkinum 25-29, og síðani minkar støðugt í teim eldru aldursbólkunum.

Samanborið við hini Norðurlondini, hevur Føroyar nógv lægsta títtleikan – roknaður fyri talið á fosturtøkum í mun til talið á livandi føddum. Her er títtleikin um 50 fyri hvørji 1.000 livandi fødd, samanborið við 200-300 í hinum Norðurlondunum. Undantikið í Grønlandi, sum er í serstøðu, skrivar Hagstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2022

17 Leygardagur 17. september 2022

Vøkstur í lønargjaldingum sum áðrenn korona

Vøksturin í august var 8 prosent í mun til august í fjør

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Knappar 900 milliónir krónur vóru útgoldnar í lønum í august mánaði. Tað eru slakar 70 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Vøksturin er 8 prosent. Tað vísa nýggjastu tølini fyri lønarútgjaldingar hjá Hagstovuni.

Lønargjaldingarnar fóru spakuliga at vaksa aftur á heysti í 2020, men hava ikki havt somu ferð sum undan koronu.

Nú eru ábendingar um, at vøksturin er tiltakandi og hevur somu ferð, sum áðrenn koronufarsóttin rakti. Tað vísir trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum mánað fyri mánað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Tá koronufarsóttin rakti í 2020, kom stígur í vøksturin í lønargjaldingunum hjá monnunum. Hjá kvinnunum varð vøksturin avtakandi, men vøksturin steðgaði ikki upp, sum hjá monnunum. Nú er ferð komin á vøksturin bæði hjá monnum og kvinnum.

Í august áttu menninir 542 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 60 prosent av útgoldnu lønunum. Tað eru 50 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 354 milliónir, sum eru 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

(Upprunaliga yvirskriftin broytt kl. 10.58)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2022

18 Leygardagur 17. september 2022

Landsbankin: Stórur vøkstur í bruttotjóðarúrtøkuni seinastu árini

Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur at verða heili 11,2 prosent í 2022, sum fyri ein stóran part stavar frá øktum prísum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað er framvegis ferð á føroyska búskapinum. Stóra virksemið sæst aftur á lága arbeiðsloysinum og átrokandi tørvinum á arbeiðsmegi í bæði privata og almenna geiranum. Lønargjaldingarnar eru høgar, talið av løntakarum setir met, og vøruhandilin við útheimin gevur framvegis avlop.

Talvan vísir BTÚ í ársins prísum og vøksturin ár um ár. Sum talvan vísir, er búskaparvøksturin mettur at vera høgur í 2021 og uppaftur hægri í 2022.

Í 2021 høvdu vit ein høgan vøkstur í BTÚ í leypandi prísum, sum í ein stóran mun stavaði frá øktum nøgdum av útfluttum vørum, meðan høgi vøksturin í BTÚ í 2022 hinvegin fyri ein stóran part stavar frá øktum prísum. Høgi vøksturin í BTÚ í 2022 avspeglar sostatt ikki eitt munandi størri virksemi, enn í 2021, men heldur, at vørurnar og tænasturnar, sum vit útflyta og innflyta, eru dýrkaðar í prísi.

[object Object]

Varð BTÚ roknað í føstum prísum, hevði vøksturin í BTÚ í 2022 verið lægri, enn roknaði BTÚ-vøksturin í leypandi prísum. Til at rokna BTÚ í føstum prísum krevst ein BTÚ-deflator, sum vísir prísvøksturin í øllum BTÚ, og ikki bert brúakaraprístalsvøksturin. Ein tílíkan hava vit ikki enn. Verður brúkaraprístalið nýtt sum eitt nøkulunda alternativ, fæst ein vøkstur í BTÚ á 3,9 prosent í 2022, tá árligi vøksturin í brúkaraprístalinum í 2. ársfjórðingi 2022 á 7,3 prosent verður drigin frá.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2022

19
Leygardagur 17. september 2022

Aspirantar sleppa í starvsvenjing hjá Torm

Vinnuháskúlin og Torm hava undirskrivað avtalu um starvsvenjing umborð á teirra skipum. Danska tangaskipareiðaríið hevur í løtuni 81 framkomin skip í sínum flota

(Mynd: Vinnuháskúlin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vinnuháskúlin hevur fingið starvsvenjingaravtalu í lag við danska tangaskipareiðaríið Torm A/S. Torm hevur í løtuni 81 framkomin tangaskip í sínum flota. Vinnuháskúlin metir, at tað fer at styrkja um aspirantskipanirnar á Vinnuháskúlanum, at norðurlendsk reiðarí leggjast afturat núverandi føroysku reiðaríum.

Fyri tann aspirantlesandi merkir tað, at tey sleppa at royna seg umborð á ymsum skipasløgum, tá ið tey skulu í starvsvenjing á sjónum. Við hesi reiðaríavtaluni eru samstarvsfelagarnir: Thor Shipping, Smyril Line, Bakkafrost, Skansi, Vørn, Havstovan, SEV, Mest, KSS, KJ-Hydraulikk, Standferðslan og Torm.  

Á Vinnuháskúlanum ber til at lesa til maskinmeistara, maskinist, skipara og skipsførara. Umframt hetta hevur skúlin eina skeiðsdeild og trygdardepil við Áir. Á skúlanum ganga um 180 lesandi, og flestu teirra hava annaðhvørt lærutíð ella siglingstíð frammanundan, tá ið tey fara undir at útbúgva seg víðari á Vinnuháskúlanum.

Á skúlanum ganga eisini maskinmeistara- og skipsføraraaspirantar, ið hava miðnámsútbúgving frammanundan, og sum fáa siglingstíð sum part av útbúgvingini. Í 2015 tók Vinnuháskúlin á fyrsta sinni inn skipsføraraaspirantar, og í 2018 byrjaðu fyrstu maskinmeistaraaspirantarnir á skúlanum.  

Í sambandi við, at henda samstarvsavtala við Torm er fingin í lag, vitjaðu Jan Lindgaard Høyer, leiðari fyri Training & Recruitment og Jógvan Trondesen Andreasen, Catering Manager hjá Torm, Vinnuháskúlan og høvdu framløgu fyri lesandi og starvsfólki á skúlanum.

Á myndini síggja vit teir báðar saman við Símuni Poulsen, skúlastjóra á Vinnuháskúlanum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2022

20 Leygardagur 17. september 2022

Miðnámsskúlin á Kambsdali skal útbyggjast

Arbeiðið at víðka og betra um umstøðurnar hjá næmingum og lærarum á Miðnámi á Kambdali, er boðið út

(Mynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Miðnámsskúlin á Kambsdali skal umvælast og byggjast út. Landsverk hevur nú sent høvuðsarbeiðstøkuna í útboð.

Víðkast og betrast skal um umstøðurnar hjá næmingum og lærarum á Miðnámi á Kambsdali. Byggistigið snýr seg um stovur til lærugreinarnar alis- og evnafrøði umframt lív- og landafrøði, nýggja samkomuhøll og dagførdan køk. Arbeiði fevnir um, at um- og útbyggja verandi miðnámsskúla á Kambsdali.

Á Miðnámi á Kambsdali ganga samanlagt gott 500 næmingar. Fram til summarið 2015 vóru tveir miðnámsskúlar á Kambsdali. Studentaskúlin og Handilsskúlin. Miðnám er úrslit av eini samanlegging av hesum báðum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2022

21 Leygardagur 17. september 2022

Marnar Fríðheim Kristiansen vart ph.d. um krabba í Føroyum

Fríggjadagin 9. september vardi Marnar Fríðheim Kristiansen ph.d.-ritgerð um krabba í Føroyum, ítøkiliga um títtleika, deyðatal og yvirlivilsi

Nýggi ph.d.-arin millum sínar vegleiðarar eftir strævnu verjuna í Kongshøll (Mynd Brynhild Thomsen/setur.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Verjan var í Kongshøll, har eini 120 fólk vóru til staðar, meðan fleiri fylgdu við á netinum.

Marnar Fríðheim Kristiansen hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur á Fróðskaparsetrinum, meðan arbeiðið er farið fram á Landssjúkrahúsinum og í granskingarlonini hjá Ílegusavninum.

Høvuðsvegleiðarar hava verið Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen, lektarar á Fróðskaparsetrinum, meðan Bjarni á Steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, hevur verið hjávegleiðari.

Í metingarnevndini vóru Pál Weihe, professari á Fróðskaparsetrinum og leiðari fyri Deildina fyri Arbeiðs og almannnaheilsu, formaður; Henrik Møller, professari, dr.med., leiðandi epidemiologur á RKKP í Danmark v.m.; og Liesbeth Van Eycken, dr., leiðari á krabbameinsskrásetingini í Belgia.

Marnar fekk fyrst høvi at greiða frá grundarlagnum undir granskingini, tølini fyri krabbatilburðir í Føroyum. Hann hevur gjøgnumgingið og eftirkannað krabbameinsskránna, sum varð stovnssett í 1994, men gongur aftur til 1960. Fleiri tilburðir afturat eru nú skrásettir og mannagongdir eru gjørdar fyri skráseting frameftir. Tilfarið er síðani samanborið við norðurlendsku tølini í NORDCAN skránni.

Marnar hevur skrivað fýra greinar sum part av ph.d.-verkætlanini: Um títtleika og deyðatal, Yvirlivilsi, Krabba hjá børnum, og Covid-19 og krabba.

Hann umrøddi munir á tilburðum í Føroyum og aðrastaðni, møguligar orsøkir og at enda tørvin á skipan av økinum og framtíðar granskingarevni.

Metingarfolkini Henrik Møller og Liesbeth Van Eycken róstu Marnari fyri stórt og týdningarmikið arbeiði. Tey bjóðaðu síðani til kjak um mátarnar, sum hann hevur valt at arbeiða, um tølini og skipanina og um ymisk hugtøk, sum eru brúkt.

Kjakið var gott og áhugavert, eisini fyri onnur enn fakfólk á økinum.

Verjan tók umleið tveir tímar. Eftir ein stuttan fund kunngjørdi Pál Weihe, formaður í metingarnevndini, at hon var samd um, at Marnar til fulnar hevði lokið treytirnar fyri at fáa ph.d.-heitið.

Hans Pauli Joensen, vararektari, handaði síðani Marnari Fríðheim Kristiansen ph.d.-prógv.

Ritgerðin kallast "Cancer Epidemiology in the Faroe Islands".

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2022

22 Leygardagur 17. september 2022

Uppskot til løgtingslóg um pant á íløtum til hoyringar

Høvuðsendamálið við uppskotinum er at gera tað møguligt hjá viðskiftafólki at sleppa av við øll síni pantáløgdu íløt á sama stað

(Mynd: uvmr.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað er í ávísan mun ein avbjóðing hjá borgarum at sleppa av við sínar pantáløgdu fløskur og dósir og at fáa pantið aftur. Hetta, tí at ikki allir handlar hava skyldu at taka ímóti íløtum, sum teir ikki sjálvir selja, og sostatt hevur verið neyðugt hjá kundum at fara í fleiri handlar fyri at sleppa av við pantáløgd íløt.

Tosað hevur verið um hesa avbjóðing í fleiri ár, og nú er eitt nýtt uppskot um pant sent til hoyringar. 

Høvuðsendamálið við nýggja lógaruppskotinum er, sambært Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, at gera tað møguligt hjá viðskiftafólki at sleppa av við øll síni pantáløgdu íløt á sama stað, og tí verður ásett sum útgangsstøði, at øll sølustøð, sum selja pantáløgd íløt, hava skyldu til at taka ímóti øllum pantáløgdum íløtum og at rinda pant fyri tey.

Eitt annað endamál við uppskotinum er at fáa landsstýrismanninum heimild at áseta í kunngerð, hvørji íløt við hvørjum innihaldi skulu verða pantáløgd.

Ásett verður, at lógin fevnir um íløt til drykkjuvørur og matvørur, og at landsstýrismaðurin nágreinar í kunngerð, júst hvørji íløt við hvørjum innihaldi, lógin fevnir um. Á henda hátt verður lógin meira opin við atliti at, hvørji íløt kunnu verða pantáløgd, og tað verður skjótari og smidligari at leggja íløt afturat, tá ið tørvur er á tí.

Uppskot til kunngerð um pant á íløtum til drykkjuvørur og matvørur er eisini sent út saman við lógaruppskotinum.

Kunngerðin fevnir um somu íløt og pantvirðir sum galdandi kunngerð, og hevur serligar ásetingar um móttøku av íløtum til drykkjuvørur, sum eru fevndar av rúsdrekkalógini, skrivar Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2022

23
Leygardagur 17. september 2022

Makrelsemja við Noreg fyri restina av árinum

Skipini kunnu fiska 10.000 tons í sjóøkinum hjá hvørjum øðrum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyar og Noreg hava gjørt semju um makrelatgongd, sum fekk gildi 15. september.

Sambært semjuni kunnu føroysk skip veiða 10.000 tons av makreli í norskum sjógvi, tað ið eftir er av árinum. Somuleiðis kunnu norsk skip veiða sama tonsatal av makreli í føroyskum sjógvi.

Londini eru harumframt samd um, at makrelur, sum er veiddur inni hjá hvør øðrum kann landast hjá hvør øðrum. Tó eru londini samd um, at makrelur veiddur eftir hesari semju skal seljast umvegis Norges Sildesalgslag.

Semjan, ið er orðað á nýnorskum, sæst her   


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2022

24
Leygardagur 17. september 2022

Sjókovin í stórari verkætlan um náttúrufyrisiting í stranda- og havøkjum

Verkætlanin, sum er ein samstarvsverkætlan millum 22 granskingarstovnar og fyritøkur úr 11 evropeiskum londum, hevur júst fingið játtan frá Horizon Europe

– Hendan verkætlanin varpar ljós á eitt sera viðkomandi evni fyri Føroyar, og vit vóna at vit við luttøku í hesari verkætlanini kunnu vera við til at menna betri hættir at umsita okkara náttúrutilfeingi til gagns fyri náttúru og vinnu, sigur Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Verkætlanin er ein samstarvsverkætlan millum 22 granskingarstovnar og fyritøkur úr 11 evropeiskum londum.

Verkætlanin, sum tekur fýra ár, hevur fingið játtað áleið 73 milliónir kr frá Horizon Europe granskingarskránni hjá ES. Parturin til Sjókovan er góðar 2,7 milliónir. Tað er University College Cork, sum hevur yvirskipaðu leiðsluna av verkætlanini.

Ávirkanin á náttúruna gjøgnum menniskjaligt virksemi, so sum fiskiskap, alivinnu og ferðavinnu er vorðin rættiliga stór, og vit kenna ikki nóg væl avleiðingarnar av hesum virksemi á náttúruna. Harumframt, verður vitanin, sum vit nú hava, ikki nóg væl brúkt í umsiting og lóggávu. Tískil er tað er alneyðugt at finna betri hættir at tryggja eina burðardygga umsiting, sum ikki setur vistskipanina og lívmargfeldið í vanda.

Endamálið við verkætlanini við heitinum Marine Sabres, er at finna hættir at íverkseta og gagnnýta vitanina. T.v.s. at fáa vistskipanarligu regluna (ecosystem approach), sum tekur støði í vistskipanini í sínari heild, inn í okkara umsiting, og harvið styrkja tiltøkini fyri vernd og varðveitslu av lívmargfeldi og vistskipanum í stranda- og havøkjum. Verkætlanin skal sostatt menna amboð til áhugapartar, so at teir betri kunna íverkseta munagóð átøk til at fremja ein burðardyggan og mótstøðuføran bláan búskap.

Sjókovin fer serliga at arbeiða við uppisjóvarfiskiskapi í norðurhøvum, og hvussu londini, ið umsita fiskastovnarnar, á besta hátt kunnu møta teimum avbjóðingum, sum stava frá broytingunum í útbreiðslu og stovnsstødd, ið millum annað stava fra veðurlagsbroytingum. Hetta arbeiðið verður gjørt í samstarvi við umsiting, reiðarafeløg og aðrar viðkomandi áhugapartar.

– Hendan verkætlanin varpar ljós á eitt sera viðkomandi evni fyri Føroyar, og vit vóna at vit við luttøku í hesari verkætlanini kunnu vera við til at menna betri hættir at umsita okkara náttúrutilfeingi til gagns fyri náttúru og vinnu” sigur Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, sum saman við øðrum starvsfólkum í Sjókovanum luttekur á kick-off fundinum, sum í hesum døgum verður hildin í Cork í Írlandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2022

25 Leygardagur 17. september 2022

Stuðul játtaður til tríggjar verkætlanir til menning á landbúnaðarøkinum

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur játtað stuðul til at hagreiða ull, til nýggjan hátt at turka hoyggj og til frálærutilfar um grønmetisdyrking

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Felags fyri verkætlanirnar er, at allar stremba eftir burðardyggari gagnnýtslu av tilfeinginum, størri sjálvbjargni og fjølbroyttari framleiðslu úr landbúnaðarvørum. Verkætlanirnar skulu fremjast innan árslok 2023 í samstarvi við Búnaðarstovuna.

Barbara Vestergaard hevur fingið stuðul til verkætlan at menna skynsaman hátt at vaska, karða og spinna ta føroysku ullina. Jóhan Fagraklett hevur fingið stuðul til at menna eina luftturkiskipan til gras, og triðja játtanin er til frálærutilfar til grønmetisframleiðslu, sum Sigga Rasmussen skrivar, og Nám og Búnaðarstovan geva út.

Umsóknir vóru um tvær verkætlanir afturat, sum ikki fingu stuðul hesa ferð.

Ullarvask í Føroyum er ein fortreyt fyri at fáa ullina til høldar
Seinastu mongu árini hevur verið trupult at fáa føroysku ullina til høldar, og nógv ull fer tí fyri skeytið. Hetta er spell, tí føroyska ullin hevur framúr góðar eginleikar. Kortini er tað eisini ein sannroynd, at føroyska ullin ikki kann sammetast við aðra ull, har alingin miðvíst hevur arbeitt fram ímóti at fáa ull, ið er lættari at fáast við.

Í mótaheiminum er rákið, eins og á øðrum økjum, farið frá vørum, ið eru hópframleiddar langt burturi, til at arbeiða við slow fashion og burðardygd, sum gagnnýta tilfeingið í nærumhvørvinum. Henda verkætlanin hevur til endamáls at kanna, um tað á skynsaman hátt ber til at hagreiða og viðgera ullina soleiðis, at tað við tíðini fer at bera til at vaska, karða og spinna ta føroysku ullina. Við hesi verkætlan eigur eisini at verða kannað, um bøndur og onnur, sum hava seyð, kunnu fáa størri úrtøku úr síni landbúnaðarframleiðslu við at selja ull at vaska í Føroyum heldur enn at selja óvaskaða ull av landinum. Gongur royndin væl, ber til at fara undir at karða og spinna ull í Føroyum heldur enn at gera hetta uttanlands.

Landsstýrismaðurin hevur játtað 260.000 krónur til verkætlanina.

Meira føroyskt hoyggj
Til tess at gagnnýta til fulnar tað gras, sum bøurin gevur – og á tann hátt minka um nøgdina á innfluttum stráfóðri – er umráðandi at arbeiða við øðrvísi háttum at fáa grasið til høldar. Fá hava í dag stundir at sláa og turka gras sum fyrr, og serliga hjá teimum, sum hava smærri nøgdir av grasi og færri dýr, kann tað gera stóran mun fyri, hvussu nógv gras verður gagnnýtt. Eitt minni anlegg er hóskandi til tey flestu, sum fáast við gras, og hildið verður, at hetta kann vera við til at økja gagnnýtsluna av bøi, sum í ávísan mun stendur ósligin.

Verkætlanin hevur til endamáls at kanna, hvussu tað best ber til at brúka tróðurhita, blásarar og luft at turka gras inni, so úrslitið verður gott hoyggj.

Landsstýrismaðurin hevur játtað 100.000 krónur til verkætlanina.

Frálærutilfar til at menna grønmetisframleiðslu, bæði vinnuliga og til heimabrúk
At menna eina føroyska grønmetisframleiðslu, bæði vinnuliga og sum frítíðarvirksemi, verður mett at vera ein týðandi táttur í strembanini eftir at økja egnu framleiðslu okkara av grønmeti, sum – sammett við grannalondini – er sera lítil. Í umhvørvishøpi er eisini umráðandi at stuðla nærframleiðslu og stutt fluttum vørum.

Til tess at menna slíka framleiðslu er tørvur á dygdargóðum tilfari við støði í heimligum jørðildi, og stuðul er tí játtaður til at skriva og framleiða frálærutilfar um grønmetisdyrking í Føroyum. Frálærutilfarið verður væntandi givið út talgilt, so ein og hvør, ið hevur hug til at fara undir grønmetisframleiðslu, hevur atgongd til tilfarið. Talan er um verkætlan millum Nám, Búnaðarstovuna og Siggu Rasmussen, cand.hort., og Nám og Búnaðarstovan geva tilfarið út.

Landsstýrismaðurin hevur játtað kr. 565.000 krónur til verkætlanina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2022

26 Leygardagur 17. september 2022

Kanjon smáar 12 milliónir í avlopi

Metár í fjør hjá størstu byggifyritøkuni í Norðoyggjum

(Mynd: Kanjon)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Størsta byggifyritøka í Norðoyggjum og ein av størstu byggifyritøkunum í Føroyum er Spf. Kanjon. Virksemið er vaksandi.

Byggivirkið Kanjon varð sett á stovn í 1967 av Jóhannes og Kjartan Hansen. Kjartan Hansen yngri, sonur ein av uppruna eigarunum keypti fyritøkuna Kanjon í 2006, og hevur átt og rikið hana síðani. 

Kanjon heldur til á Skarðhamri í Klaksvík, men arbeiðið hjá byggifyritøkuni fevnir um allar Føroyar.  

Bruttovinningurin hjá Kanjon vaks úr 50,1 milliónum í 2020 til 67,5 milliónir krónur í 2021. Vøksturin í bruttovinnginum var heili 17,3 milliónir krónur ella 34,5 prosent.  

Starvfólkakostnaðurin í 2021 var 49,7 milliónir krónur, sum er 9,8 milliónir ella 24,6 prosent hægri enn í 2020. Starvsfólkatalið var í alt 75 sambært roknskapi felagsins í 2021, sum eru 10 ársverk fleiri enn í 2020. 

[object Object]

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt Ebidta, var 17,8 milliónir krónur í 2021, móti 10,3 milliónum í 2020. Vøksturin í ebidta er heili 7,5 milliónir ella 73,2 prosent.

Árið 2021 gav eitt samlað avlop eftir skatt á 11,8 milliónir krónur, sammett við 5,9 milliónir í 2020. Tað er besta úrslitið hjá felagnum síðstu 18 árini og tí helst eisini besta úrsltið nakrantíð.  

Aðalfundurin hevur samtykt at luta hálvaaðru millión av ársúrslitinum út sum vinningsbýti til eigararnar. 

Spf. Kanjon er ein miðalstór byggifyritøka í Føroyum, og hevur tí eina miðalstóra fíggjarstøðu. Samlaða fíggjarstøðan í 2021 var 75,9 milliónir krónur í mun til 59,5 milliónir í 2020. 

Støðisogn hjá Kanjon øktist í 2021 við 8 milliónum til 27,2 milliónir krónur.  

Ogn í umferð var 27,2 milliónir krónur í 2021, sum bert var 718.000 krónur meira enn í 2020. 

Gjaldførið hjá felagnum var sera gott í 2021, har ið tøki peningurin var 21,1 milliónir krónur og lyklatalið gjaldførislutfall var 151 prosent, sum verður mett gott. 

Eginognin hjá Spf. Kanjon var 34 milliónir krónur í 2021 sammett við 22 milliónir í 2020. Trygdarlutfallið var 44,8 prosent í 2021 sammett við 37 prosent í 2020.  Tìskil er fíggjarliga styrkin økt munandi hjá felagnum í 2021. 

Langfreiðsta skuldin hjá felagnum var 7,1 milliónir í 2021 sammett við 4,2 í 2020. 

Stuttfreistaða skuldin var 32 milliónir krónur, sum er júst tað sama sum í 2020.  

Lyklatølini ”ognaravkast” og ”eginpeningsavkast” vísa, at talan hevur verið um eitt stak gott ár. Ognaravkastið í 2021 var 22 prosent sammett við 14 prosent í 2020. Eginpeningsavkastið var heili 45 prosent í 2021 sammett við 32 prosent í 2020. 

Samanumtikið má tí staðfestast, at Spf. Kanjon hevur haft eitt gott rakstrarúrslit í 2021, lønsemið hevur verið nøktandi og felagið er væl fyri fíggjarliga við einum nøktandi trygdarevni og góðum gjaldføri. 

Høvuðspartaeigari av Kanjon Sp/f er Kjartan Hansen í Klaksvík. Hann er eisini stjóri.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2022

27
Leygardagur 17. september 2022

Sandshavið sleipað á Havnina við maskinskaða

Var á fyrsta túri til fiskiskap síðani skipið varð keypt til Føroya í mai

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Brimil fekk um hálvgun fýra tíðina seinnapartin hósdagin boð um at Sandshavið skuldi hava sleip til lands.

Frá MRCC frætta vit, at skipið hevði maskintrupulleikar.

Sandshavið var annars á fyrsta túrinum síðani línuskipið varð keypt til Føroya úr Íslandi síðst í mai mánaði. Loyst varð síðsta leygardag og ætlanin var at vera einar 10 dagar burtur.

Fyrrapartin fríggjadagin kom Brimil á Havnina við Sandshavinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2022

28 Leygardagur 17. september 2022

Suðuroyar Sparikassi tillagar renturnar

Nú verða negativu renturnar avtiknar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Suðuroyar Sparikassi tillagar nú eisini út- og innlánsrenturnar og avtekur negativu innlánsrenturnar. Tað upplýsir sparikassin í tíðindaskrivi.

Hetta hendir eftir, at ECB, evropeiski miðbankin, í farnu viku avgjørdi at hækka rentuna – hesaferð við 0,75 prosentstigum. Danski tjóðbankin hevur boðað frá somu rentuhækking, og tað hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi aftur fer at hækka bæði út- og innlánsrentur.

Í sambandi við nýggju rentuhækkingina verður negativa innlánsrentan avtikin í Suðuroyar Sparikassa.

Samstundis verður latið upp fyri, at kundar aftur kunnu stovna 3, 12 og 18 mánaða samansparingarkontur. Her hækka renturnar við upp til 0,40 prosentstigum.

Fyri privatkundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,75 prosentstig p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við upp til 0,45 prosentstigum p.a.

Fyri vinnukundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,40 prosent-stigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við upp til 0,45 prosent-stigum p.a.

Rentubroytingarnar fáa gildi 20. oktober 2022.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2022

29 Leygardagur 17. september 2022

Norðoya Sparikassi hækkar eisini renturnar

Eins og hinir bankarnir hækkar rentan hjá Norðoya Sparikassa. Broytingarnar koma í gildi 25. oktober

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í seinastu viku hækkaðu bæði Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin leiðandi rentuna við 0,75 prosentstigum. Av hesi orsøk hækkar rentan á inn- og útlánum í Norðoya Sparikassa.   

Hjá privatkundum hækkar rentan á inn- og útlánum við upp til 0,45 %-stigum.

Hjá vinnukundum hækkar rentan á útlánum við upp til 0,45 %-stigum, meðan negativa rentan á innlánum verður strikað. 

Broytingarnar koma í gildi 25. oktober 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2022

30 Leygardagur 17. september 2022

MAP arkitektar: Ein heilt serlig kensla

- Eitt tjóðleikhús er ein mentanarbygningur við eini ávísari tyngd í samfelagnum. Tað er ein heiður at sleppa at skapa karmar um leiklistarliga virksemið. At hetta nú er eydnast okkum er ein ótrúliga góð kensla, sigur Rúni Abrahamsen

(Mynd: Map arkitektar)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Frøin var stór í Müllers pakkhúsi seinasta fríggjadag, tá tað varð avdúkað at MAP Arkitektar vunnu 1. virðisløn um Tjóðleikhúsið á Bursatanga.

Um vinnarauppskotið segði dómsnevndin millum annað, at tað “lyftir seg upp um hini uppskotini á øllum týdningarmiklum parametrum í dómsviðgerðini. Uppskotssetararnir hava við einum djørvum, treystum og samstundis spølnum høvuðsbragdi víst sína ætlan, sum dómsnevndin heldur fer at passa væl inn í tann torgreidda býarliga og býarlandsliga samanhangin og eisini fer at trína fram sum føroya nýggi mentanardepil.”

Uppskotið hevur fingið íblástur frá føroyska dansinum. Hetta sæst aftur í skapinum og innrættingini av tjóðleikhúsinum. Eitt annað sermerki er sloyfan, sum er ein gøta, ið smýgur sær rundan um bygningin og palltornið. Hon rennur eftir Havnargøtu til skansan og ger soleiðis ein nýggjan, sjálvsagdan spákitúr í býnum. Harafturat letur hon havnarøkið upp við sambandi millum hav og sjónarring.

Ein heilt serlig kensla.

MAP arkitektar hava vunnið kappingar fyrr og hava millum annað teknað løgtingið. Tað er altíð ein góð kensla at vinna eina kapping, men hesuferð er kenslan ein heilt serlig, sigur Heidi Poulsen, sum eigur og rekur MAP Arkitektar saman við Rúna Abrahamsen.

- Eitt tjóðleikhús er ein mentanarbygningur við eini ávísari tyngd í samfelagnum. Tað er ein heiður at sleppa at skapa karmar um leiklistarliga virksemið. At hetta nú er eydnast okkum er ein ótrúliga góð kensla, og vit gleða okkum til tað framhaldandi arbeiðið.  

Rúni Abrahamsen var burturstaddur til sjálva handanina av virðislønini, men hann tekur undir við Heidi Poulsen, at tað er eitt stórt avrik av MAP Arkitektum.

- Vit halda, at tað er eitt bragd, at vit aftur vinna yvir stórum útlendskum virkjum, sum hava nógv fleiri ressoursur, enn vit hava, sigur hann.

- Vónin er nú, at løgtingið fer at seta neyðugu pengarnar av til framhaldandi arbeiðið, siga tey bæði Heidi og Rúni, sum stovnaðu MAP Arkitektar fyri skjótt 20 árum síðani.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2022

31 Leygardagur 17. september 2022

Nýggja kaffistovan á Áarvegnum latin upp

Í vikuni lat Kafe Olivia, sum er serliga vinarlig fyri smábørn, upp. Leygardagin var tiltak fyri teimum, sum hava stuðlað á Hópfígging og øðrum

Jeannett Djurhuus og Rannvá Patursson eru stigtakarar til nýggju kaffistovuna (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hósdagin lat nýggja Kafe Olivia upp í niðastu hædd á Áarvegi 5 í Havn. Talan er um eina kafe fyri øll, men tað er serliga gjørt vinarligt fyri smábørn og foreldur teirra.

Tað eru tær báðar Jeannett Djurhuus og Rannvá Patursson, sum hava tikið stig til nýggju kaffistovuna.

Tíðliga í summar vóru tær á Hópfígging og so mikið góð undirtøka var fyri hugskotinum, at tað eydnaðist teimum at savna omanfyri 100.000 krónur inn. Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt av øllum alvi at fáa kaféina lidna, og leygardagin vóru tey, sum hava stuðlað og annars hjálpt til, boðin innar.

Hósdagin varð so latið upp fyri almenninginum. Opið verður frá klokkan 9 til 16 gerandisdagar. Ætlanin er í framtíðini eisini at hava opið leygardag og sunnudag.

[object Object]

[object Object]Soleiðis sá út uttan fyri, tá Kafé Olivia lat upp hósdagin


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2022

32 Leygardagur 17. september 2022

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum verður í dag

Eftir kappingina verður uppboðssøla av fiskinum. Inntøkan fer til raksturin av skúlaskipinum Dragin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður hildin í dag.

Streymurin verður góður, og sambært veðurforsøgnini verður undir 10 metrar um sekundið av útnorðingi og norði, so fortreytirnar fyri eina góða fiskikapping áttu avgjørt at verið til staðar.

Mynstring til kappingina fer fram umborð á Draganum frá klokkan kl. 7.30, við Varpabrúnni. Bátarnir skulu vera aftur at landi kl. 17. Veiðan løgd upp við NFCS.

Uppboðssøla verður sunnan fyri NFCS frá kl. 17.30 til 18.30, har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski.  

Teir bestu bátarnir í kappingini fáa gávukekkar í vinningi, sum fyritøkurnar Christian í Grótinum og JFK Trol hava givið.

Inntøkan av sølu fyri fiskin, fer óskerd til rakstur av skúlaskipinum Dragin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2022

33 Leygardagur 17. september 2022

Arbeiðið við bátahylinum í Árnafirði byrjað

Verkætlanin er mett at kosta 11,5 milliónir krónur og væntast liðug um ársskiftið

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Útbyggingin í bátahylinum í Árnafirði er farin í gongd.

Partur av verandi grótgarði er tikin niður, og gongd er sett á arbeiðið at leingja og víðkað verandi grótgarð, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Útbyggingin av bátahylinum í Árnafirði er eitt mál, sum farið varð undir í 70'unum, men sum ikki bleiv gjørt liðugt tá.

Articon, sum eisini er høvuðsarbeiðstakari í tunlunum norður um Fjall, ger arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu. Tað er grót frá tunnilsarbeiðinum, sum verður nýtt til verkætlanina.

Verkætlanin er mett at kosta 11,5 milliónir krónur og væntast liðug um ársskiftið.

[object Object](Mynd: Klaksvíkar kommuna)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2022

34 Leygardagur 17. september 2022

Sneppan fær minnisplátu í Hamrabyrgi

Minnispláta verður avdúkað við Snepputoft í dag

Hamrabyrgi (Mynd: google)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag verður, um viðrar, hátíðarhald í Víkarbyrgi, har ein minnispláta fyri Sneppuni í Hamrabyrgi verður avdúkað.

Skipað verður fyri framførslu, og Sumbiar kommuna bjóðar kaffi og køkur.

Tiltakið byrjar kl. 14, tá gingið verður stutta teinin av Víkargarði niðan móti Snepputoftini í Hamrabyrgi.

Síðan fer stigtakarin, Rakul Sumberg Dahl, at bjóða vælkomin og hugleiða um Sneppuna. Áðrenn minnisplátan verður avdúkað, heldur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, røðu.

Eftir avdúkingina fer Pól Arni Holm at framføra nakrar sangir, og síðan bjóðar kommunan til kaffi og køkur hugnaligu summarhúsunum hjá Amy og Eyðbjørn Thomsen á Víkargarði.

[object Object]
Snepputoft

Soleiðis skrivar Jacob Jacobsen um Sneppuna í bókini Sagnir og Ævintýr I:

“Áðrenn sóttin svarta kom og legði oyði í Føroyum, var Víkarbyrgi í Suðuroy av størstu bygdum. Men sóttin ruddaði út í Víkarbyrgi og Hamrabyrgi (tey vóru tá bæði sum ein bygd).

Eitt konufólk í Hamrabyrgi, nevnt Sneppan, livdi einsamalt eftir; men hon var vorðin so vill og stygg, at hon fekst ikki upp ímillum fólk aftur.

Í Hamrabyrgi var hon sitandi einsamøll alla sína ævi, og tí gingu menn og kastaðu kjøt niður av einum hamri til hannara, at hon skuldi ikki doyggja av hungri.“

Rakul Sumberg Dahl, stigtakari sigur soleiðis um átakið:

“Vit eru í eini tíð, har mentan og søga hevur stórar avbjóðingar. Okkara sagnir eru uppímóti spennandi tilfari úr TikTok, YouTube, Netflix, telduspølum og snildtelefon, sum bjóða okkara sagnum og søgu av.

Unga ættarliðið tekur fyrilitarleyst ímóti hesum nýggja ráki, alt meðan okkara sagnir, søgur og mentan kámast í bakgrundini. Hetta rák stendur jú bara upp á skrift í ymsum bókum ella á mannamunni, ið so líðandi blíva meir og meir óaktuell.

At taka sagnirnar fram, skapa tær í einari standmynd, list ella minnisplátum og sostatt gera tær livandi er av alstórum týdningi fyri okkum sum tjóð. Eisini tá hugsað verður um okkara mentan, søgu og siðvenju sum føroyingar”.

Lions Club Suðuroy hevur stuðla hesi verkætlanini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2022

35 Leygardagur 17. september 2022

Ragnar Djurhuus Hammer nýggjur psykiatari á Landssjúkrahúsinum

Nú eru tríggir serlæknar í psykiatri í føstum starvi á Psykiatriska deplinum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Um mánaðarskiftið varð Ragnar Djurhuus Hammer settur í starv sum nýggjur yvirlækni í psykiatri á Landssjúkrahúsinum. Nú eru tríggir serlæknar í psykiatri í føstum starvi á Psykiatriska deplinum, sigur Landssjúkrahúsið.

Ragnar Djurhuus Hammer er 36 ára gamal, og hevur lokið prógv sum serlækni í psykiatri á Aalborg Univeristetssjúkrahúsi. Ragnar er kendur á Landssjúkrahúsinum, og hevur tikið partar av bæði høvuðsútbúgvingini og sum introlækni í Føroyum. Í 2016 var hann liðugur sum lækni á Københavns Universiteti.

- Tað vísir seg ferð eftir ferð, at tekur tú partar av serlæknaútbúgvingini í Føroyum, so økjast sannlíkindini fyri, at tú kemur til Føroya at arbeiða eftir lokna útbúgving, sigur Landssjúkrahúsið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2022

36
Leygardagur 17. september 2022

Fýra nýggir maskinmeistarar

Prógvhandan var á Vinnuháskúlanum í dag

Frá vinstru: Bárður Anthoniussen, Steen Rói Lorenzen, Eirikur Thomsen og Egin Tollaksson Kass
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á samkomu á Vinnuháskúlanum í dag, fríggjadagin 16. september, fingu fýra maskinmeistaralesandi prógv handað.

Maskinmeistaraútbúgvingin tekur 3 ár.

Frá vinstru: Bárður Anthoniussen, Steen Rói Lorenzen, Eirikur Thomsen og Egin Tollaksson Kass

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2022

37 Leygardagur 17. september 2022

Nýggi húsarhaldsskúlin verður nú veruleiki

Kanjon og Føroya Húsarhaldsskúli skrivaðu í vikuni undir arbeiðstakasáttmála fyri nýggja skúan. Kostnaðurin er útvið 57 milliónir

Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Føroya Húsarhaldsskúla (Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinnapartin mikudagin skrivaðu Kjartan Hansen, stjóri í byggifelagnum Kanjon, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Føroya Húsarhaldsskúla, undir arbeiðstakarasáttmála fyri nýggja skúlan.

Nýggi skúlin verður bygdur í miðbýnum, har sum gamla kappróðrarneystið stendur í dag. Føroya Húsarhaldsskúli hevur í dag pláss fyri 21 næmingum hvørt heyst, umframt øll tey styttru skeiðini, sum skipað verða fyri. Tilsamans eru yvir 300 skeiðsluttakarar á skúlanum árliga.

Nýggi skúlin fer at rúma 36 næmingum, sum koma at búgva á skúlanum. Við hesum fær skúlin enn betri karmar at skipa fyri alskins skeiðum.

Karl Johansen, borgarstjóri, er fegin um, at verkætlanin nú er komin somikið langt, at spakin skjótt verður settur í.

- Húsarhaldsskúlin hevur verið ein týðandi partur av miðbýarverkætlanini hjá kommununi. Við hesari verkætlanini fáa vit savnað byggingina í miðbýnum, og kemur at rúma bæði handlum, íbúðum, skúla, kappróðrarneysti og øðrum. 

- Eg haldi avgjørt, at tað er gott fyri býin, at ymisk tilboð eru miðsavnaði í miðbýarøkinum. 

Kostnaðurin fyri nýggja húsarhaldsskúlan er útvið 57 milliónir krónur. Klaksvíkar kommuna fíggjar verkætlanina við 21 milliónum.

Stovnaður í 1974
Húsarhaldsskúli Føroya varð settur á stovn av Klaksvíkar Húsmøðrafelag í 1974 og gjørdist sjálvsognarstovnur í 1993.

Tað eru sjey fólk í starvi á skúlanum. Leiðari á fulla tíð, ein lærari fulla tíð, tríggir tímaløntir lærarar og tvær náttarvaktir. Harumframt verða gestalærarar brúktir. 21 næmingar ganga á skúlanum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2022

38 Leygardagur 17. september 2022

Stórhúshøll verður ungdómshús

Tey ungu í Fuglafirði fáa nú eitt stað at vera – kommunan hevur gjørt avtalu við Havsbrún

(Mynd: Fuglafjarðar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Gamla kantinan á flakavirkinum í Fuglafirði, kallað Stórhúshøll verður nú høli hjá ungdóminum í Fuglafirði.

Kommunan og lokala vinnufyritøkan, Havsbrún, hava gjørt avtalu um, at brúka hølið til ungdómsaktivitet.

Í fleiri ættarlið, hava borgarar í Fuglafjarðar kommunu borið fram eitt ynski um eitt ungdómstilboð, ið kann dekka ein tørv, ið ikki longu er dekkaður av mongu frítíðar- og mentanartilboðunum, sum finnast í kommununi.

Ein týðilig politisk raðfestingin av ungdómsøkinum hesa setuna, hevur borið við sær, at eitt ungdómstilboð nú er veruleiki.

Fyrr í ár, varð Durita Samuelsen sett at menna ungdómstilboðið, og hevur áherðsla verið løgd á, at ungu borgararnir í kommununi, hava havt ein virknan leiklut í hesum arbeiðnum. Eitt nú eru ungdómsumboð vald í ráðgevandi nevnd, eins og at ung hava luttikið á framtíðarsmiðju, har tey hava lýst hvussu ungdómslívið framyvir kann síggja út í nærsamfelagnum.

Í hesum arbeiðnum, gjørdist serliga tørvurin á at kunna savnast og brúka tíð saman sum ungdómur, týðiligur. Tí er at fegnast um, at Fuglafjarðar kommuna og lokala vinnufyritøkan Havsbrún, eru komnar ásamt um at gagnnýta gomlu kantinuna á Bakkavegi, Stórhúshøll, til ungdómshús í býnum, skrivar Fuglafjarðar kommuna. 

Fyrsta tiltakið í hølunum varð hildið longu á menganardøgunum fyrr í mánaðinum, tá eitt sokalla neon-party fyri ung varð hildið har.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2022

39 Leygardagur 17. september 2022

Góðir og vælvaksnir toskar av bankanum

Seinastu yvirlitstrolingarnar hjá Jákup Sverra benda á, at bankatoskurin er við at koma fyri seg aftur

Ólavur Sjúrðarberg er farin at flakaskera bankatoskarnar til matstovurnar heima í Havn
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fiskirannsóknarskipið Jákup Sverri kom í vikuni á Havnina av heysttúrinum á Føroyabanka, har regluligar yvirlitstrolingar hava verið gjørdar í mong ár fyri at kanna, hvussu tað stendur til við serliga toskastovninum á bankanum.

Tað var væl meira at fáa av toski enn undanfarin ár, og var hetta toskur í øllum støddum. Hetta samsvarar við úrslitini frá yvirlitstrolingini um várið, har meira hevur verið at fingið av toski síðan 2020. Sostatt eru tekin um, at toskurin á Føroyabanka møguliga er í ferð við at koma fyri seg aftur eftir, at toskastovnurin fór niður í nærum einki í 2006, skrivar Havstovan á netinum.

Og enn sum áður, er talan í nógvum førum um vælvaksnan tosk av hesum serliga ljósa toskaslagnum, sum einans er at finna á Føroyabanka.

Eins og undanfarin ár hevur fiskamatstovan Barbara keypt ein part av veiðuni, og fer at borðreiða við bankatoski á serligum tilboði á matstovuni um vikuskiftið. 

[object Object]Johan Mortensen við einum av stóru bankatoskunum - hesin vigar um 20 kilo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2022

40 Leygardagur 17. september 2022

Nýtt rúsfrítt høli til ungdómin

Móttøka var í gjár í nýggjum ungdómshølum hjá Bláa Krossi Føroya

Í kjallaranum her hevur fyrr verið tilboð, sum rætta seg móti ungdóminum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í gjár skipaði Blái Krossur Føroyar fyri móttøku í nýggjum hølum í Havn, ætlað til ungdómin.

Talan er um ein mestsum gloymdan ella loyniligan kjallara undir Blákrossbúðini í Niels Finsens gøtu 20.

- Blái Krossur keypti bygningin í 2018, og tankin hevur allatíð verið, at hava okkurt fyri ung í hesum bygningum, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya.

Nýggju hølini, ið eru mitt í býnum, skapa fantastiskar møguleikar fyri Liv Lívið. Liv Lívið er ein ungdómsverkætlan hjá Bláa Krossi, ið hevur til endamáls at fyribyrgja, at ung koma illa fyri ella gerast bundin av rúsdrekka og/ella rúsevnum, og at ung útseta fyrsta drykkin so leingi sum møguligt.

Liv Lívið hevur síðani 2016 verið til staðar á festivalum og øðrum tiltøkum, har felagsskapurin hevur havt eitt rúsfrítt øki at bjóða ungum.

Á móttøkuni, sum verður fríggjadagin klokkan 14 til 16 fara Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Heðin Mortensen, borgarstjóri og Dakko Petersen, aðalskrivari at halda røður.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2022

41 Leygardagur 17. september 2022

Bókaframløga: Bumbuatsóknin móti løgtinginum

Í morgin gevur Fróðskapur út bókina "Bumbuatsóknin móti løgtingshúsinum í 1945" eftir Hans Andrias Sølvará, professara i søgu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnudagin 18. september gevur Fróðskapur út bókina "Bumbuatsóknin móti løgtingshúsinum í 1945" eftir Hans Andrias Sølvará, professara i søgu.

Í hesum sambandi verður bókaframløga í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn kl. 16.

Hans Andrias fer at fortelja um arbeiðið við bókini og onkur brot verða lisin upp.

Høvi verður at keypa bókina fyri serprís.

[object Object]

Stutt um bókina

Ein lítlan tíma eftir midnátt 18. september 1945 brast ein bumba við løgtingshúsið. Klædningurin fór illa og nógvir rútar á vestursíðuni brotnaðu. Eisini í grannalagnum brotnaðu nógvir rútar.

Eingin var inni í løgtinginum, tá bumban brast uttanfyri, og eingin fekk nakran skaða av spreingingini, heldur ikki uttanfyri. Nøkur fólk høvdu kortini verið inni í løgtinginum ein tíma, áðrenn bumban brast.

Hóast drúgvar rannsóknir eydnaðist tað ikki løgregluni at loysa málið, eingin varð skuldsett/ur ella dømd/ur, men seinni hevur verið ført fram, at ætlanin hevði verið at raka ávís fólk inni í løgtinginum.

Hans Andrias Sølvará hevur kannað tað forkunnuga tilfarið hjá løgregluni um málið og skrivað eina bók um bumbuatsóknina, sum ofta hevur verið nevnd, men eingin fyrr hevur kannað.

Bumban sprongdist í eini politiskt turbulentari tíð í føroyskari søgu beint eftir seinna heimsbardaga, tá stríðið millum tey, sum ynsktu, at Føroyar framhaldandi skuldu vera saman við Danmark, og tey, sum hildu, at Føroyar nú vóru klárar til at loysa frá Danmark, gjørdist javnari og harðari.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2022

42 Leygardagur 17. september 2022

Konsert við Tarira í Hátúni

Syngja nýggjari og eldri verk hjá okkara fremstu tónaskøldum – og nøkur afturat 

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyri góðum mánaði síðani, var kórið Tarira á stuttari konsertferð í Reykjavík har kórið m.a. luttók við einari konsert í Hørpu á árligu mentanarnáttini. 

Í dag klokkan 17 verður høvi at hoyra somu konsertina í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla. 

Á hesi konsertini syngur kórið fyri tað mesta føroysk kórverk, og talan er um eina fjølbroytta samanseting av nýggjari og einstøkum eldri verkum, sum okkara fremstu tónaskøld hava skrivað. Afturat teimum føroysku kórverkunum fer kórið eisini at framføra eitt lítið úrval av yndisverkum eftir tónaskøldini Arvo Pärt úr Estlandi og Jaakku Mäntyjärvi úr Finnlandi. Kórleiðari er Bernharður Wilkinson.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2022

43 Leygardagur 17. september 2022

Hallur Joensen til Hetlands at undirhalda

Spæla tvær konsertir - í Aith fríggjakvøldið og í Lerwick leygarkvøldið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hetta vikuskiftið er føroyski countrykongurin, Hallur Joensen, í Hetlandi, har hann skal hava tvær konsertir.

Hallur hevur fleiri ferðir verið í Hetlandi og framført hesi seinastu árini. Hann er so mikið væl umtóktur, at hann hevur verið biðin um at koma aftur hvørja ferð hann hevur vitjað.

Fyrstu ferð var í 2012 til Tomas Fraser festivalin har. Ætlanin var at Hallur skuldi spæla í Hetlandi í 2020, men tá varð avlýst vegna covid-19, so nú vitjar hann aftur.

Guitar- og mandolinspælarin Beddi Hansen er, sum altíð, saman við honum, og í ár er bassleikarin Pauli Magnusen eisini við á fyrsta sinni.

Í gjárkvøldið spældu teir í Rankin Lounge í bygdini Aith (merkir eiði), nakað norðan fyri Lerwick, og í kvøld spæla teir á Shetland Hotel í Lerwick. Afturat teimum verða eisini lokalir tónleikarar. 

Sum skilst verður Hallur Joensen eisini við í regluliga poddvarpinum, sum verður sent av hetlendsku rakettstøðini á Unst, SaxaVord Spaceport. Henda sendingin verður sunnudagin kl. 13.30.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2022

44 Leygardagur 17. september 2022

Staksdagur í Tjørnuvík í dag

12 seyðir skulu takast á Tjørnuvíksstakki í ár

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Staksdagurin í Tjørnuvík hevur verið ein partur av mentanardøgunum hjá Sunda kommunu.

Í dag verður aftur farið út á Stakkin eftir seyði. Hetta er ein sermerktur dagur í bygdini, og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini í Tjørnuvík.

Í ár eru 12 seyðir at taka, tveir veðrar, fimm ær og fimm lomb.

Tá komið er aftur til bygdina bjóðar Stakksnevndin súpan til fjallfólkið. Síðan verða fýra seyðir flettir og sundurlimaðir, hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.

Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.

Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, eitt nú verður tombola aftan á uppboðssøluna. Dagurin endar við almennum dansi í bygdarhúsinum.

Staksdagurin er eisini endin á mentanardøgunum í Sunda kommunu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2022

45 Leygardagur 17. september 2022

“Vindens Hjul” – norsk messa við improvisasjónum

Norskt kór framførir saman við fólkatónleikarum gammeldansmessu í Havn og Klaksvík

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tvær áhugaverdar kirkjukonsertir við norskum kóri verða hetta vikuskiftið. Tann fyrra var í Havnar kirkju í gjárkvøldið, og hin seinna í Christianskirkjuni sunnukvøldið

“Vindens Hjul” er ein sonevnd “gammeldansmessa”. Gammeldans er felagsheiti fyri traditionellan fólkadans í Noregi. Oftast verður dansað til harmonikufylgjuspæl.

Gammeldansmessa er ein samanblanding av traditionellum dansiløgum og katólsku messuni við sínum føstu liturgisku liðum.

“Vindens Hjul” er heitið á messuni, og tað serstaka við henni er, at hon broytist frá framførslu til framførslu, tí improvisatión er stórur partur av messuni.

Norska Solheimkoret kemur til Føroya á vitjan, og fer um vikuskiftið at hava tvær framførslur. Tann fyrra verður í Havnar kirkju fríggjakvøldið kl 20 og hin seinna í Christianskirkjuni sunnukvøldið kl 20.

Saman við norska kórinum og tónleikarum fara eisini Sanna Bæk Hoydal, sang, og Angelika Hansen, violin, at luttaka. Á konsertini í Klaksvík luttekur kórið í Christianskirkjuni saman við norsku gestunum.

Kórleiðari er Inger Pernille Stramrud


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2022

46 Leygardagur 17. september 2022

Love Box – nýsirkus úr Fraklandi

”Ein røð av einføldum og absurdum skitsum um lívið í tveysemi – uttan orð”

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í kvøld kl. 19.30 verður forvitnisligi leikurin “Love Box” framførdur á Føroya Fólkaháskúla. Í gjárkvøldið var leikurin sýndur í SALT og 25. september kl. 16 eru tey í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

“Love Box” er ein skemtileikur, sum við speisemi myndar gerandishendingar hjá tveimum, sum elska hvønn annan. Við 18 trækubbum, og einum máli, sum sameinir keipur, sirkuskynstur og dans, vísa tey okkum kærleikan á ein skemtiligan hátt.

Hann og Hon droyma um at skapa tað fullkomna samlagið. Á, tann eydna at vera tvey saman.

Tað er bara hetta smáputlið, hetta lítla, sum viðhvørt ger so stóran mun.

Hon dámar bleytar linjur, Hann elskar hvassar vinklar.

Hon dámar tómleika, Hann elskar at fylla teirra lítla univers við kubbum og kassum.

Tey bera eyga við hvørt annað. Tey líkjast. Tey verða drigin hvør at øðrum. Tey verða góð.

Tað er lagnan.

Tey ynskja tað sama: at byggja eitt lív saman.

At byggja tað fyri hvønn annan, við ágrýtni, við góðum vilja.

Sameinast um smakk, vanar, visiónir…

Hvør í sínum lag… sannførd um, at gera tað rætta.

Um bert hin eisini skilti...

Her er onki annað at gera enn at gera sær ómak at finna eina javnvág… og at vera góð.

Atgongumerki eru at fáa á www.atgongumerki.fo

[object Object]

Hann og Hon 

Miriam de Sela og Joël Colas hava verið sirkusartistar í meiri enn 20 ár. Hann er klovnur, Hon er akrobatur og balansuartistur. 

Gjøgnum sína yrkisleið hava tey starvast í ymiskum sirkusbólkum, og framført í leikhúsum, sirkustjøldum og í gøtuleikum. 

Saman hava tey í meiri enn 10 ár framført tvímansleikin “A& O présentent &”. Úr Fraklandi hava tey ferðast við leikinum til lond sum eitt nú Kambodja, Japan, Haiti, Island, Føroyar (í Norðurlandahúsinum og Listaleypinum), Danmark, Tunesia , Jordan, Sýria, Libanon, Sameindu Emiríkunum v.fl. 

Umframt at vera yrkispartnarar, eru tey eisini lívspartnarar. Tey hava livað saman í 23 ár, og eiga tvey børn. Við drúgvum lívs- og arbeiðsroyndum vilja tey deila eitt projekt við okkum, sum endurspeglar tveysemi og felagslívið við øllum sum tað inniber av løgnum, livurposteilitaðum og láturligum gerandismyndum. 

Leikurin er ætlaður vaksnum, men ung, og familjur við børnum frá fimm ára aldri, eru vælkomin. Sýningin er umleið 45 minuttir long.

Framførslan er í Føroyum í sambandi við at Joël Colas og Miriam de Sela halda eitt nýsirkusskeið á Føroya Fólkaháskúla. Yrkisdansarar og leikarar kunnu fara á masterskeið hjá teimum 26. september í Norðurlandahúsinum. 

Tíðindaskriv frá Føroya Fólkaháskúla


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2022

47 Leygardagur 17. september 2022

Dansur skal læra ung um happing

Hvussu virkar bólkatrýst? Hví hendir happing? Tað snýr dansisýningin "Do As I Say" um. Hon verður víst í Norðurlandahúsinum mikukvøldið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Happing kann koma fyri í nógvum ymsum støðum. Í skúlanum. Á arbeiðsplássinum. Á sosialum miðlum. Men hvat er tað, sum ger okkum til happarar? Hví melda vit okkum ikki úr happikórinum og siga frá?

Í dansisýningini "Do As I Say", sum vendir sær til ung, læra vit ígjøgnum úrtøkan dans og ítøkar søgur, betri at skilja happing og sosiala atburðin, sum førir til happing. Vit læra um bólkatrýst og vald. Tí hvør er tað í veruleikanum, sum avger, hvat hendir, um vit siga stop?

Sýningin er skapt av dansibólkinum Bobbi Lo Produktion við svensku Lava Martinsson og danska Michael Tang sum koreografum. Mál teirra er at skapa nýhugsandi palllist við børnum og ungum í miðdeplinum. Hetta sóu vit m.a. í 2021, tá tey framførdu sýningina "Farligir Fiskar" í Norðurlandahúsinum, har føroysk børn høvdu avgjørt, hvussu søgan skuldi fara fram.

"Do As I Say" verður víst 21. september kl 19.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2022

48 Leygardagur 17. september 2022

Svenski forsætisráðharrin viðurkent tapið

Svenska valið er avgjørt og blái blokkurin hevur meirlutan

Hetta verður helst nýggi forsætisráðharrin í Svøríki. Ulf Kristersson (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tær seinastu atkvøðurnar eru nú taldar, og mikukvøldið gjørdist úrslitið av svenska ríkisdagsvalinum varna vikuskiftið greitt. Blái blokkurin vann valið í Svøríki og fekk 176 tingsessir í mun til 173 til reyða blokkin.

Núverandi svenski forsætismálaráðharrin, Magdalena Andersson, ásannaði mikukvøldið tapið, og fór hósdagin til formannin í Ríkisdegnum fyri at verða loyst úr starvinum. Til nýggj stjórn er skipað, virkar hon sum leiðari fyri eina fyribilsstjórn.

Formaðurin fyri Moderaterna, Ulf Kristersson, er nú farin í gongd við at finna fram til stjórnarsemju millum borgarligu flokkarnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2022

49 Leygardagur 17. september 2022

Karibiskt oyggjaland vil hava fólkaatkvøðu um at gerast lýðveldi

Forsætisráðharrin í Antigue og Barbuda, eitt av bretsku Commonwealth-londunum, ætlar at útskriva fólkaatkvøðu

Gaston Browne, forsætisráðharri í Antigue og Barbuda (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Gaston Browne, forsætisráðharri í karibiska oyggjalandinum Antigue og Barbuda, ætlar innan fyri komandi trý árini at útskriva fólkaatkvøðu um, hvørt landið skal gerast eitt lýðveldi.

Landið er eitt av bretsku Commonwealth-londunum, sum eru lond, sum hava verið partur av bretska stórveldinum, og framvegis hevur bretska kongin ella drotningina sum statsyvirhøvur.

Nú Elizabeth drotning er deyð, hevur Gaston Browne undirskrivað eitt skjal, sum viðurkennur Charles kong sum teirra kong, og tað var stutt eftir hetta, at hann boðaði frá ætlanini um fólkaatkvøðu.

– Hetta er ikki ein illviljað gerð ella ein roynd at gera mun á Antigua og Barbuda og kongsveldinum. Men hetta er síðsta stig at fullfíggja ætlanina um fullveldi og fyri at tryggja, at vit veruliga eru ein sjálvstøðugur statur, sigur hann sambært Ritzau.

Longu í apríl boðaði forsætisráðharrin frá, at oyggjalandið ynskti at gerast lýðveldi. Tað segði hann í sambandi við vitjan hjá Edward prinsi, ið er yngsti sonur Elizabeth drotning.

Tá William prinsur og kona hansara, Kate, sum nú eru prinsur og prinsessa av Wales, vitjaðu Jamaika í mars, ásannaði prinsurin eisini, at dagarnir hjá bretska kongsveldinum í Karibia kunnu vera taldir, og var tað upp til fólkið í landinum at avgera, hvussu skuldi vera í framtíðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2022

50 Leygardagur 17. september 2022

Avstralia umhugsar at slíta frá kongshúsinum

Forsætisráðharrin ynskir at gera landið til lýveldi, og umhugsar nýggja atkvøðugreiðslu

Anthony Albanese (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Forsætisráðharrin í Avstralia, Anthony Albanese, frá vinstravenda Labor-flokkinum, heldur, at stundin nú er komin til at halda eina atkvøðugreiðslu um at loysa landið frá bretska kongshúsinum, skrivar AFP tíðindastovan frá avstralskum miðlum.

Tað hevur leingi verið kent, at Albanese hevur ta áskoðan, at Avstralia skal vera lýveldi, og hann hevur eisini, sum fyrsti forsætisráðharri nakrantíð, útnevnt ein lýveldisráðharra.

Lýveldisráðharrin, sum eitur Matt Thistlethwaite, segði í juni við blaðið The Guardian, at endin á stjórnartíðarskeiðinum hjá Elizabeth drotning, eigur er eitt høvi til at kjakast um at gera Avstralia til lýveldi, republikk.

Tríggjar mánaðir seinni doyði drotningin á slotti sínum í Skotlandi.

Forsætisráðharrin viðgongur annars, at tað eru onnur mál, sum eru meira týðandi at fáa gjøgnumført í løtuni, millum annað ein fólkaatkvøða, ið skal geva upprunafólkunum í Avstralia betri møguleika fyri at verða hoyrd, um landsins leiðsla hevur ætlanir um at fremja lógarbroytingar, ið kunnu ávirka tey.

- Vit eiga at vera errin av at búgva í heimspartinum við heimsins elstu núlivandi mentan, sum hevur verið her í meira enn 65.000 ár, sigur forsætisráðharrin.

Spurningurin um at skipa lýveldi varð tikin upp longu á eini fólkaatkvøðu í 1999. Tað uppskotið snúði seg um, at tjóðartingið skuldi hava uppgávuna at velja landsins forseta, ikki fólkið.

Fyrr í ár svaraðu 54 prosent av avstraliarunum, sambært eini kanning í The Sydney Morning Herald, at tey fóru at atkvøða ja til at gera landið til lýveldi. 46 prosent svaraðu nei.

38 prosent av teimum spurdu svaraðu tó, at tey ikki vóru heilt sannførd, skrivar Ritzau. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2022

51 Leygardagur 17. september 2022

Ætlanin um at flyta klokkuna í Grønlandi farin í tingið

Grønlendska landsstýrið hevur ætlanir um at nærkast Evropa tíðarmessiga

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, hevur nú ætlanina klára fyri hvussu Grønland kann skifta tíðarsonu frá UTC -3 til UTC -2.

Eftir at hava havt eitt lógaruppskot til hoyring, er uppskotið nú lagt fram til heystsetanina í landstinginum, Inatsisartut, til støðutakan. 

Landsstýrið mælir til, at broytingin verður sett í verk í sambandi við at farið verður til summartíð til várs.

Lógin fær sostatt gildi 25. mars 2023 kl. 22, grønlendska tíð, tá Grønland við núverandi skipan skiftir til summartíð, sum er UTC -2.

Broytingin er, at Grønland ikki fer aftur til vetrartíð/vanliga tíð síðsta leygardag í oktober 2023, men heldur fram í tíðarsonuni UTC -2.

Tá so farið verður aftur til summartíð á várið 2024 verður tað til tíðarsonuna UTC -1. Grønlendska landssstýrið hevur ongar ætlanir um at broyta lógina um summar-/vetrartíð so leingi hetta er galdandi í ES-londunum, skrivar Sermitsiaq.

Broytingin í tíðarsonununi fær ikki gildi fyri Ittoqqortoormiit, Danmarkshavn og Pituffik (Thule Air Base).

UTC, Coordinatet Universal Time, svarar til GMT, Greenwich Mean Time. Í Føroyum er tíðarsonan UTC 0 um veturin og UTC+1 um summarið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2022

52 Leygardagur 17. september 2022

Nógv virksemi í Flatnahaga

Tríggjar myllur eru reistar og teir eru byrjaðir uppá tað fjórðu

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað gongur rætta vegin við at seta upp nýggju vindmylnulundina í Flatnahaga, millum Havnardal og Oyggjarvegin. Veðrið hevur tó verið óstøðugt. Mjørkin darvaði eitt sindur í seinastu viku, men tað gongur sum ætlað.

Finn Jacobsen, stjóri í Magn, sigur, at SEV, sum er undirveitari í hesi verkætlan, er komið væl áleiðis við at leggja káplar og at gera háspenningsarbeiðið.  

[object Object]

Oyggjarvegurin varð avgrivin, soleiðis at háspenningskáplar kundu leggjast tvørtur um til koblingsstøðina á Húsareyni. Hetta er gjørt í tøttum samstarvi við SEV,  sum samstundis leggur nýggjar káplar til Sandoyartunnilin, nú Oyggjarvegurin skuldi gravast av.

[object Object]

Sum tað sær út, so verða tað góð veðurlíkindi fram til mikudagin, so tá skuldi tann fjórða myllan verið komin væl áleiðis.

Myndir: Sverri Egholm

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2022

53 Leygardagur 17. september 2022

Stórur dagur fyri Fjarhitafelagið

Sundsverkið letur nú aftur aftur fjarhitaskipanini avlopshita verkinum, og Vesturbýurin er nú endaliga knýttur upp í fjarhitaleiðingina

Vesturbýurin er í dag koplaður í fjarhitaskipanina (Mynd: Fjarhitafelagið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Hetta er ein stórur dagur fyri Fjarhitafelagið og fjarhitabrúkarar, tí tvær týðandi útbyggingar í fjarhitaskipanini eru nú lidnar. Vit fáa aftur avlopshita frá Sundsverkinum, eftir at útbyggingar hava verið á verkinum, og Vesturbýurin er endaliga knýttur í fjarhitaskipanina. So er her stór orsøk at fegnast, staðfestir Tróndur Sigurðsson, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum.

Formaðurin er serliga fegin um, at við hesum er eitt útbyggingartíðarskeið við tyngjandi oljuútreiðslum farið afturum.

- Vit hava nú eitt nógv betri grundarlag at menna fjarhitaskipanina víðari, tí stórar høvuðsleiðingar eru lagdar. Næsta stóra takið er at fáa Hamaran á Argjum upp í skipanina, og tað eru vit í gongd við, sigur Tróndur Sigurðsson.

Sleppa avaftur við stórar oljuútreiðslur
Hesi bæði seinastu útbyggingarstigini hava við sær, at oljuútreiðslur fyri fleiri milliónir krónur um árið seinnu árini, meðan útbyggingarnar eru farnar fram, nú hvørva úr aftur fíggjarætlanini hjá Fjarhitafelagnum.

- Talan hevur verið um oljunýtslu, meðan avlopshitin frá Sundsverkinum ikki hevur verið í skipanini, og olju til upphiting av Vesturbýnum, meðan vit hava arbeitt við at knýtt Vesturbýin endaliga í fjarhitaleiðingina, greiðir Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum frá.

Í Vesturbýnum er talan um stóra bygningar – t.e. Glasir, Skúlin á Fløtum, Skúlaheimið, Bónus, høvuðsskrivstovan hjá SEV, íbúðarbygningarnir við Landavegin og Musikkskúlin.

Nógv meira avlopshiti frá Sundi

Umbyggingin av Sundsverkinum hevur við sær, at væl meiri avlopshiti nú fæst frá nýggju motorunum á Sundsverkinum.

Seks stórir oljuketlar eru partur av fjarhitaskipanini, og teir hava verið brúktir, meðan ymisku økini í skipanini hava verið bygd út og knýtt saman.

- Nú er bert oljuketilin á Argjahamri virkin, men hann verður steðgaður, tá ið vit hava knýtt Hamaran upp í skipanina. Eftir tað hava oljuketlarnir bert leiklutin at vera ein eykatrygd, um okkurt brek tekur seg upp í skipanini, sigur Hans Christian Dam.

Hann leggur aftrat, at tað er altíð eitt umfatandi arbeiði at leggja fjarhitaleiðingar, men at nógv er vunnið, tá ið rørini eru komin at liggja sum ein grønur orkuberi í høvuðsstaðnum.

Umleið 1.700 brúkarar eru bundnir í fjarhitaskipanina. Elfelagið SEV og Tórshavnar kommuna eiga Fjarhitafelagið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2022

54 Leygardagur 17. september 2022

Umhvørvisárinsmeting fyri ætlaða pumpuskipan hjá SEV í Vestmanna góðkend

Ætlaða pumpuverkið hjá SEV í Vestmanna er blivið góðkent

(Mynd: Umhvørvisstovan)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina fyri ætlað pumpuverk hjá SEV í Vestmanna.

Talan er um eitt orkuverk við bæði vatnturbinum, sum skulu framleiða streym við vatni úr byrgingini á Mýrunum, og pumpum, sum skulu pumpa vatn úr byrgingini í Heygadali niðan í byrgingina á Mýrunum, tá avlopsorka frá vindmyllum er tøk.

Verkið verður gjørt 400 metrar inni í fjallinum. Í sambandi við at spreingja tunlar, høll inni í fjallinum o.a., er ætlanin at leggja umleið 390.000 rúmmetrar av gróti á fyribils ella varandi goymslu á fýra plássum í Heygadali og á Mýrunum.

Í góðkenningini eru settar treytir um, at arbeiðið skal ávirka náttúrina minst møguligt, eitt nú fugl, landslagið, áirnar og vatnrenslið í haganum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2022

55 Leygardagur 17. september 2022

Løgmaður: Nú seta vit hol á grøna skiftið á sjónum

- Størsta avbjóðingin í grøna skiftinum hjá okkum í Føroyum hevur verið, hvussu vit fremja grøna skiftið á sjónum. Nú kann alivinnan, sum hevur sítt virksemi nær landi, vísa vegin til eina grønari framtíð á sjónum eisini segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tá elrikni alibáturin Grønarók fór av bakkastokki

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður umborð á nýggja grøna alibátinum Grønarók (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Løgmaður, sum var millum mongu gestirnar, ið vóru til staðar á MEST í Havn, tá grøni alibáturin varð handaður eigaranum Bakkafrosti, samanbar í røðu síni hesa søgugligu løtuna við hendingina fyri meira enn 200 árum síðani, tá fyrsta rutuskipið við dampmotori varð tikið í nýtslu:  

- Tað eru ávísar hendingar, sum samtíðin ikki gevur sær so nógv far um, men sum vit seinni kunnu hyggja aftur á sum tøknilig, samfelagslig ella vinnulig nýbrot.

Í 1807 fór The North River Steamboat undir sigling eftir Hudson ánni millum New York og Albany. Túrurin vísti, fyri fyrstu ferð í søguni, at tað kundi loysa seg at hava rutusigling við dampmotori.

Men tað skuldu ganga nøkur ár, áðrenn farið var um Atlantshavið við dampskipi. Og tað var ikki fyrr enn í 1896, at vit Føroyum fyrstu ferð sóu ein dampmotor umborð á einum skipi. Hetta var umborð á fyrsta Smyrli, sum tá fór undir at flyta fólk og farm millum oyggjarnar.

[object Object]

Dampmotorurin var byrjanin til fyrstu ídnaðarkollveltingina, og í dag kunnu vit øll vera samd um, at heimurin hevur tørv á eini nýggjari kollvelting. Eini grønari ídnaðarkollvelting, sum leggur upp fyri teirri dálking og umhvørvisligum árinum, sum undanfarna menningin hevur havt við sær.

Fyrsti Smyril var eitt nýbrot í mun til ferð og nøgd av ferðafólki og farmi, ið kundi flytast millum oyggjarnar.

Grønarók er eisini eitt nýbrot, tí báturin brennir ikki fossil brennievni, og tí hann er byrjanin til eina alneyðuga orkuumlegging á sjónum.

Á landi er grøna orkuframleiðslan vaksin munandi. Vit endurnýta meir, og meira ferð er komin á matvørumenning og -framleiðslu.

Men størsta avbjóðingin í grøna skiftinum hjá okkum í Føroyum hevur verið, hvussu vit fremja grøna skiftið á sjónum.

Tí kennist hesin dagurin í dag upp aftur meira serligur.

Í dag seta vit veruliga hol á grøna skiftið á sjónum!

Gamaní - vit hava enn ikki tøknina, sum skal til fyri at brúka grønar orkuloysnir á opnum havi.

Men søgan við dampmotorinum lærir okkum, at tøknin, sum fyrst verður brúkt í smærri bátum á firðum, sundum og áum, skjótt kann mennast til nýtslu á opnum havi.

Tí kann alivinnan, sum hevur sítt virksemi nær landi, vísa vegin til eina grønari framtíð.

[object Object]

Tá ið Norðurlendska Ráðharraráðið og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í norðurlandamálum, saman við orkudeildini á Umhvørvisstovuni vístu á henda møguleikan, var Føroya størsta alifyritøka skjót at taka av.

Pengarnir komu frá Norðurlendska ráðharraráðnum, og alt gekk upp í eina hægri eind, tá ið føroyska skipasmiðjan MEST átti besta uppskotið til nýggja bátin.

Hetta prógvar enn einaferð, at vit í einum lutfalsliga lítlum samfelag, saktans kunnu ganga á odda.

Somuleiðis síggja vit, hvussu nógvar føroyskar fyritøkur vísa vegin innan grøna skiftið. Vit síggja, hvussu vinnan áhaldandi ger átøk fyri at minka um umhvørvisárin og fyri at minka ella grønka um orkunýtsluna.

Átakið burðardygt vinnulív vísir, hvussu tólv fyritøkur hava tikið stig til at tálma veðurlagsbroytingar, betra um heilsustøðuna í havinum og minka um tapið av lívfrøðiligum margfeldi.

Og meðan føroyska vinnan av sínum eintingum vísir vegin, fara vit eisini í politisku skipanini at taka nøkur stór fet í grøna skiftinum.

[object Object]Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost til tiltakið á Mest í gjár (Mynd: Jan Müller)

Í vár samtyktu vit ein nýggjan og framfýsnan orku- og veðurlagspolitikk. Størri ferð er sett á at vaksa um grønu elframleiðsluna, eitt nú við tveimum nýggjum vindmylnulundum.

Somuleiðis setti landsstýrið fyri hálvum øðrum ári síðan skjøtul á Vakstrarforum, sum skuldi finna ítøkilig átøk fyri at skapa burðardyggan vøkstur og sum skal langtíðartryggja vælferðina.

Í juni í ár fingu vit 164 tilmæli á seks økjum, sum øll skulu stuðla upp undir eitt burðardyggari samfelag.

Tað er mín áheitan, at vit øll í felag, bæði í almenna og privata geiranum, fara at arbeiða við hesum átøkum komandi tíðina.

Framskygnið í privata geiranum er til stóra hjálp í politiska arbeiðnum.

Vit hava jú framvegis brúk fyri eini hugburðsbroyting til burðardygd og grøna skiftið millum okkara borgarar.

Her hevur vinnan stóra ávirkan, bæði tá ið tað kemur til at sannføra fólk um, hvat loysir seg, men eisini, hvat er moralskt rætt at gera.

Eg fari við hesum at ynskja Bakkafrosti, MEST og Umhvørvisstovuni hjartaliga tillukku við, at henda verkætlanin nú er komin á mál.

Hesin dagurin er ein varði í søguni um tað grøna skiftið í Føroyum, og tit hava sostatt í dag skrivað tykkum í søgubøkurnar, segði løgmaður.

[object Object]Bæði vinnu- og orkumálaráðharrin Magnus Rasmussen og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður vóru við til hátíðarhaldið á MEST hósdagin, tá nýggi alibáturin varð handaður eigarunum Bakkafrosti. Stjórin á Mest, Mouritz Mohr hevði alla orsøk til at vera nøgdur við søguligu móttøkuna (Mynd: Jan Müller)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2022

56 Leygardagur 17. september 2022

ES forkvinna: Noreg eitt akker fyri orkutrygdina í Evropa

Síðani Russland fór undir at minka um gassveitingina til Evropa hevur norskt gass havt stóran týdning

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Nú um dagarnar var fundur millum forkvinnuna í ES tinginum, Ursula von der Leyen og norska forsætisráðharran Jonas Gahr Støre um orkustøðuna í Evropa og um framtíðar norsku gassveitingina til ES. 

[object Object]

[object Object]

-Noreg er eitt akker fyri evropeisku orkutrygdina segði Von der Leyen eftir fundin. Undan fundinum legði ES uppskot fram um at áseta eitt prísloft fyri russiskum gassi. Men fleiri ES lond hava sagt,  at eisini Norra, sum hevur verið ein hin størsti veitarin av gassi til Evropa, eigur at skerja prísirnar. Norski forsætisráðharrin sigur í eini viðmerking, at eitt evstamark í prísinum var ikki partur av fundinum við ES forkvinnuna sambært heimasíðuni E24. 

[object Object]

- Tað hevur týdning at hava ein góðan dialog við okkara partnarar og sameindu í Evropa um ymsar loysnir á krevjandi støðuni, sum hevur tikið seg upp eftir russisku innrásina í Ukraina. Norra hevur frá byrjan gjørt tað vit kunnu fyri at bøta um støðuna í Evropa, og norskar fyritøkur hava eisini økt munandi um framleiðsluna av gassi. Norra letur í dag 8% meira gass til Evropa enn vit gjørdu, tá kríggið byrjaði, sigur Jonas Gah Støre í eini viðmerking til fundin.

Hann leggur aftrat, at ein hámarkprísur fer ikki  at loysa grundleggjandi trupulleikan, nevniliga at tað er ov lítið til av  gassi í Evropa sigur Støre.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2022

57 Leygardagur 17. september 2022

SAS ætlar at keypa el-flogfør

Flogfelagið hevur skrivað undir eina ætlanaravtalu um at keypa tvey el-flogfør í 2028. ES-30 flogførini kunnu flúgva 200 kilometrar upp á el

(Mynd: SAS)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

SAS hevur skrivað undir avtalu við Heart Aerospace.

Um alt gongur sum SAS vil, fer felagið at keypa tvey flogfør av slagnum ES-30, sum vera partur av flotanum í 2028. Talan er um el-flogfør, skrivar e24.no.

Samtaksstjórin í SAS, Anko Van der Werff, sigur við DN, at hann sær fyri sær, at 20-25 prosent av flotanum verður el-flogfør áðrenn 2035.

ES-30 flogfarið kann flúgva 200 kilometrar við einum el, sigur SAS. Flogfarið er útgjørt við einari hybrid-skipan sum tiltaksskipan. Hetta gevur ES-30 eitt flogmál upp á 400 kilometrar við 30 ferðafólkum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2022

58 Leygardagur 17. september 2022

Andrass Johansen og Pætur Petersen nýggir á landsliðnum

Landsliðsvenjarin Håkan Ericson tók mánadagin út hópin til landsdystirnar móti Litava og Turkalandi. Tvey nýggj andlit eru at síggja

Andrass Johansen og Pætur Petersen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Håkan Ericson hevur úttikið landsliðshópin, sum skal vera við til seinastu Nations League-dystirnar á hesum sinni.

Fleiri nýggj nøvn eru á listanum. Eitt nú eru Pætur Petersen úr HB og Andrass Johansen úr B36 at síggja millum teir 24 leikararnar.

Fyrri dysturin verður móti Litava í litaviska høvuðsstaðnum Vilnius hósdagin 22. september klokkan 19:45 føroyska tíð.

Sunnudagin 25. september klokkan 19:45 kemur Turkaland á vitjan á Tórsvølli.

Málverjar
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36

Verjuspælarar
Hørður Askham, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Heini Vatnsdal, KÍ
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)

Verjuspælarar / miðvallarar
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Rene Shaki Joensen, KÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklub (Noreg)
Ári Mohr Jónsson, HB
Heðin Hansen, HB

Miðvillarar
Hallur Hansson, KR Reykjavík (Ísland)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg)
Hannes Agnarsson, B36
Mads Boe Mikkelsen, KÍ

Framherjar
Jóan Símun Edmundsson, S.K. Beveren (Belgia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Pætur Petersen, HB

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2022

59 Leygardagur 17. september 2022

Spældu 86 minuttir á Tórsvølli - rest á Ovara vølli

Ljósmastrarnar á Tórsvølli slóknaðu

(Mynd: Ronnie Thomassen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í 86. minutti, júst sum Páll Klettskarð legði KÍ á odda 2-0 og tryggjaði klaksvíkingum meistaraheitið, slóknaði ljósið á Tórsvølli, har B36 og Skála spæla.

Tað gekk ein løta og einki hendi. Dómarin tók síðani avgerð um, at dysturin skuldi flytast, og minuttirnir sum restaðu í - fimm minuttir ella so, skuldu spælast á Ovara vølli.

Um tað er hent áður í Føroyum, at sami dystur er leiktur á tveimum ymiskum vøllum sama dag, er ógvuliga ivasamt.

Støðan var longu 5-0 til B36 tá dysturin varð avbrotin, og fleiri mál komu ikki í dystinum.

Meistaraheitið til Klaksvíkar?

Klaksvíkingar gjørdu sítt til, at FM-heitið kann verða avgjørt áðrenn landsliðssteðgin.

Við 3-0 sigri móti B68 í kvøld er KÍ fimtan stig fremst, og fær Víkingur ikki fulla úrtøku í morgin, er alt avgjørt. So hevur KÍ vunnið FM annað árið á rað.

Tað var annars eitt tendrað B68 lið, sum kom til Klaksvíkar at spæla í kvøld, og vístu fínt spæl til tíðir. Hetta rakk tó ikki til nakað mál.

KÍ - B68 3-0 (1-0)
29’ Páll Andrasson Klettskarð 1-0
85’ Páll Andrasson Klettskarð 2-0
90’ Jóannes Bjartalíð 3-0

B36 - Skála 5-0 (3-0)
25’ Rasmus Nissen 1-0
31’ Rasmus Nissen 2-0
36’ Michal Przybylski 3-0
52’ Hannes Agnarsson 4-0
82’ Brian Jacobsen 5-0

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 65 stig
2. Víkingur 50 stig
3. HB 46 stig
4. B36 33 stig
5. EB/Streymur 31 stig
6. 07 Vestur 22 stig
7. B68 21 stig
8. NSÍ 20 stig
9. AB 20 stig
10. Skála 9 stig

Restin av umfarinum verður spæld í dag, áðrenn støðgur verður í landskappingini í sambandi við komandi landsdystirnar.


[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2022

60 Leygardagur 17. september 2022

Vantar ikki nógv í hjá KÍ

Árni Frederiksberg tryggjaði KÍ trý stig við frísparki

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Víkingaleikararnir kunnu so smátt byrja at ynskja KÍ-leikarunum tillukku við FM. Tí klaksvíkingar eru nú sera nær við at tryggja sær meistaraheitið.

Ein 2-1 sigur sunnudagin móti nummar tvey í deildini, Víkingi, hjálpti væl, og KÍ er nú 12 stig fremst, og bert fimtan stig eru eftir at spæla um. Tað skal sostatt vilja ikki til, um FM ikki kemur í hús longu næsta umfar ella beint eftir landsliðssteðgin.

Víkingur legði seg annars á odda við einum stútara frá Jákupi Johansen í 48. minutti. Lítla løtu seinni javnaði René Shaki Joensen eftir trunkaspæl í víkingabrotsteiginum. Í 77. minutti tryggjaði Árni Frederiksberg sigurin við vøkrum frísparki beint uttanfyri brotsteigin.

Úrslit í 22. umfari

Víkingur - KÍ 1-2 (0-0)
48’ Jákup Johansen 1-0
51’ René Shaki Joensen 1-1
77’ Árni Frederiksberg 1-2

AB - B36 0-5 (0-3)
15’ Rasmus Nissen 0-1
20’ Michal Przybylski 0-2
34’ Sonni Ragnar Nattestad 0-3
81’ Magnus Holm Jacobsen 0-4
89’ Michal Przybylski 0-5

07 Vestur - HB 0-4 (0-1)
43’ Pætur Petersen 0-1
54’ Pætur Petersen 0-2
56’ Pætur Petersen 0-3
82’ Ejvind Restorff Mouritsen 0-4

B68 - EB/Streymur 1-1 (1-0)
25’ Boubacar Sidik Dabo 1-0
47’ Bogi Reinert Petersen 1-1

Skála - NSÍ 1-1 (1-0)
34' Sjálvmál
81' Klæmint Olsen

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 62 stig
2. Víkingur 50 stig
3. HB 46 stig
4. B36 36 stig
5. EB/Streymur 31 stig
6. 07 Vestur 22 stig
7. NSÍ 20 stig
8. AB 20 stig
9. B68 18 stig
10. Skála 9 stig

Dystirnir hetta vikuskiftið:
Fríggjakvøldið kl. 19: KÍ-B68
Fríggjakvøldið kl. 19: B36-Skála
Leygardagin kl. 15: NSÍ-07 Vestur
Leygardagin kl. 15: EB/Streymur-AB
Leygardagin kl. 19.45: HB-Víkingur



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2022

61 Leygardagur 17. september 2022

Eitt stig í part á Svangaskarði

Høvdu ætlað sær meira, men tað gjørdist javnt 1-1 millum B68 og EB/Streym

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bæði liðini høvdu ætlað sær meira. B68 er í hørðum botnstríði, og liggur til niðurflyting og EB/Streymur stríðist við B36 um evropamilliónirnar sum fjórða pláss gevur.

Liðini brustu leygardagin saman á Svangaskarði á Toftum, og tað gjørdist spennandi. Heimaliðið legði seg á odda eftir 25. minuttir við máli frá Boubacar Sidik Dabo. Beint eftir steðgin javnaði Bogi Reinert Petersen fyri EB/Streym, men fleiri mál komu ikki.

EB/Streymur hevði tvey skot á tvørtræið, men inn fór bólturin ikki.

Eitt stig í part til EB/Streym og B68. 

B68 - EB/Streymur 1-1 (1-0)
25’ Boubacar Sidik Dabo 1-0
47’ Bogi Reinert Petersen 1-1

Sverri Egholm tók myndirnar:

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2022

62 Leygardagur 17. september 2022

EBS/Skála og NSÍ hava besta útgangsstøðið

EBS/Skála vann 2-0 móti HB í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. Í hinari hálvfinaluni vann NSÍ 1-0 móti oddaliðnum í landskappingini, KÍ

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

EB/Streymur og NSÍ fingu besta útgangsstøðið til seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini, tá fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vórðu avgreiddar hóskvøldið.

Við tveimum málum frá Leu Lisberg vann EBS/Skála undir Mýruhjalla á Skála ímóti HB. Oddaliið KÍ leikti móti NSÍ, og tað var ikki fyrr enn í evstu løtu at NSÍ vann dystin 1-0 har Stefania Cabral skoraði fyri runavíkskvinnur, sum liggja á øðrum plássið í landskappingini.

Seinnu hálvfinalurnar verða leiktar leygardagin 1. oktober. Steypafinalan hjá kvinnum verður 29. oktober.

EBS/Skála - HB 2-0 (2-0)
15’ Lea Lisberg 1-0
30’ Lea Lisberg 2-0

KÍ - NSÍ 0-1 (0-0)
90’ Stefani Cabral 0-1

Sverri Egholm tók myndirnar

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2022

63 Leygardagur 17. september 2022

Heidi Sevdal best í august

Tað gjørdist Heidi Sevdal úr NSÍ, sum fór avstað við heiðrinum, sum besti spælarin í Betri deildini hjá kvinnum í august. Heidi vann í kapping við Biritu Ryan og Sannu Svarvadal úr KÍ

Heidi Sevdal, saman við John Mikkelsen, nevndarlimi í NSÍ, ið handaði heiðurin (Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Til fyrru hálvfinalunar í steypakappingini hjá kvinnum, sum blivu spældar hóskvøldið, bleiv Heidi Sevdal úr NSÍ heiðrað, sum besti spælari í Betri deildini hjá kvinnum í august mánað.

Tað eru venjarar og miðlafólk, sum hvønn mánað atkvøða um besta leikara, og heiðurin verður latin í samstarvi við FSF, EFFO og Betri. Aftur hendan mánaðin, var tað ein leikari hjá NSÍ, sum fór avstað við heiðrinum.

Í samrøðu við FSF greiðir Heidi Sevdal frá, at hon ikki beinleiðis hevði sæð tað komið, at hon skuldi fara avstað við heiðrinum, men samstundis heldur hon, at lið hennara hevur avrikað væl seinastu tíðina, og er í einum góðum stima, og tí heldur hon tað vera uppiborðið, at tað aftur hesaferð var ein NSÍ’ari sum fór avstað við heiðrinum. Eisini nevnir hon m.a. Tefa (Stefani Cabral), sum ein leikara, sum kundi verið um boðið, líka so væl sum at tað eisini kundi verið leikarar úr øðrum feløgum.

Til seinast leggur toppskjútin afturat, at fyri hana er tað sjávsagt mest umráðandi, at hópurin avrikar væl, men ein slíkur heiður kennist sjálvandi væl, og hon tekur tað sum eitt persónligt herðaklapp, at tað er júst hon, sum fekk heiðurin hesaferð. Nógv mál og fleiri avgerandi mál, væntar høvuðspersónurin er ímillum orsøkirnar til, at hon hevur vunnið.

Umframt heiðurin, fær Heidi Sevdal eina glasstandmynd, latin av Betri og eitt gávubræv á 1.500kr frá EFFO. Tað var John Mikkelsen, nevndarlimur í NSÍ, sum stóð fyri handanini.

NSÍ var á vitjan hjá KÍ í Klaksvík til fyrru hálvfinaluna, og við einum 1-0 sigri, má sigast at NSÍ hevur eitt fínt útgangsstøði til seinnu hálvfinalurnar, sum verða leiktar leygardagin 1. oktober.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2022

64 Leygardagur 17. september 2022

Messi tók tvey met í Champions League

Hevur eitt nú, sum fyrsti spælari nakrantíð, skorað í 18 Champions League kappingum á rað

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá argentinarin Lionel Messi mikukvøldið skoraði fyri franska lið sítt, Paris Saint-Germain, í Champions League, setti hann fleiri nýggj met.

Harvið hevur hann eisini tikið inn á Cristiano Ronaldo í áhaldandi kappingini um met teirra millum.

Tí við málinum í 3-1 sigrinum móti Maccabi Haifa, tók Messi tvey met í Champions League:

- Hevur skorað móti 39 ymiskum liðum í kappingini (Ronaldo er á 38)

- Hevur sum fyrsti spælari nakrantíð skorað í 18 kappingarárum á rað.

Fransmaðurin í Real Madrid, Karim Benzema, hevur skorað í 17 Champions Leauge kappingum á rað. Men hann er í løtuni skaddur, so tað verður ikki fyribils, at hann kemur ájavnt við Messi í hesum metinum, skrivar tv2.dk.

Cristiano Ronaldo eigur tó enn nógv av metunum í Champions League.

- Hann hevur skorað flest mál: 141

- Hann hevur skorað flest mál í einum kappingarári: 17

- Hevur flest málgevandi avleveringar, ‘assists’: 42

- Hevur spælt flest dystir: 187

- Hevur skorað flest hattricks (saman við Messi): 8

Í løtuni kemur Ronaldo ikki at økja um síni met í Champions League. Lið hansara, Manchester United, spælir í ár í Europa League. 

[object Object]Cristiano Ronaldo og Manchester United skulu spæla í Moldova í kvøld móti Sheriff Tiraspol í Europa League (Savnsmynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2022

65 Leygardagur 17. september 2022

StÍF gjørt sáttmála við Victor Matthiasson og Mike Rahbek

22 ára gamli Victor er strikuleikari, og hevur hann seinasta kappingarár leikt við íslendska Fjølnir, meðan 20 ára gamli málverjin, Mike, hevur leikt við Ajax København og Rødovre Håndboldklub

Egi Gothard Danielsen, næstformaður, og Mike Rahbek, málverji (Mynd: StÍF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Stranda Ítróttafelag boðar frá, at tey hava gjørt sáttmála við Victor Máni Matthiasson og Mike Rahbek fyri hetta kappingarárið.

Victor er 22 ára gamal strikuleikari. Seinasta kappingarár leikti hann við íslendska felagnum Fjølnir.

– Eg havi góðar vónir um, at vit vera við í oddastríðnum. Okkara lið sær lovandi út, sigur Victor um vónirnar fyri hetta kappingarárið.

[object Object]
Egi Gothard Danielsen, næstformaður, og Victor Máni Matthiasson, leikari (Mynd: StÍF)

20 ára gamli Mike Rahbek skal verja málið hjá besta mansliðnum hjá felagnum hetta kappingarárið.

Mike er 197 sentimetrar høgur, og hevur hann leikt við Ajax København og Rødovre Håndboldklub.

Um flytinginga til StÍF sigur Mike, sambært heimasíðuni hjá felagnum:

– Eg eri komin til StÍF fyri at menna meg enn meira. Felagið hevur eina visjón og mál, sum eg av fullum huga taki undir við. Mín væntan er, at vit vera í topp trý. Eg vóni, at eg við mínum førleikum kann vera ein týdningarmikil brikkur í hesum. Vit hava ein hóp við fleiri ungum evnaríkum leikarum. Hetta skapar eitt gott og effektiv venjingarumhvørvi, sum gevur góðar møguleikar tey næstu árini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2022

66 Leygardagur 17. september 2022

Flogbóltssambandið stegðar samstarvi við danskar venjarar

Orsøkin til at samstørvini enda er í høvuðsheitum eitt ynski um, at venjararnir í størri mun eru búsitandi í Føroyum

(Mynd: CEV)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nevndin í Flogbóltssamband Føroya hevur gjørt av, at samstarvið við donsku høvuðsvenjararnar hjá ávikavist kvinnum og monnum steðgar. Jens Bang hevur seinasta árið verið høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum, U21 og U19 hjá monnum, ímeðan Lars Engell síðani 2019 hevur verið høvuðsvenjari hjá somu liðum hjá kvinnum.

Orsøkin til at samstørvini enda er í høvuðsheitum eitt ynski um, at venjararnir í størri mun eru búsitandi í Føroyum. Hetta er meira praktiskt og er hartil eisini bíligari. Hetta ynski er vorðið meira átrokandi eftir, at FBF hevur gjørt eina avtalu við FIVB, sum er altjóða flogbótssamgongan, um at FIVB finnur ein ella fleiri serfrøðingar at hjálpa við menning av føroyska landsliðsarbeiðinum. Talan er um sonevndar High Performance Managers, sum FIVB nú fer at stuðla FBF við.

Tí hevur tað eisini týdning, at tann serfrøðin, sum føroyskur flogbóltur fær burtur úr hesum verður verðandi eftir í Føroyum - bæði á leikarasíðuni men eisini á venjarasíðuni.

FBF hevur gjørt eina avtalu við Boban Ilic, sum hevur verið búsitandi í Føroyum seinastu 22 árini, um at taka yvir sum høvuðsvenjari hjá monnum. Boban var áður hjálparvenjari hjá monnunum saman við Christian Imhoff. Christian Imhoff heldur áfram sum hjálparvenjari hjá monnunum. 

Leitað verður nú eftir einum venjaratoymi til kvinnurnar, har Kristian Mikkelsen higartil hevur verið hjálparvenjari. Kristian fer í fyrstu syftu at átaka sær at hjálpa við teimum uppgávunum, sum liggja fyri framman, tá U17 og U19 liðini hjá kvinnum skulu luttaka í NEVZA kappingunum í ávikast Danmark og Finnlandi í oktobur mánaða.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2022

67 Leygardagur 17. september 2022

Flogbóltur Aftur eitt 3-0 tap til kvinnulandsliðið

Hetta var síðsti dysturin í hesi fyrstu EM-undankappingini hjá Føroyum

(Mynd: CEV)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyar – Kroatia, kvinnur 0-3 (10-25,6-25, 13-25)

Fyrstu løtuna gekk tað nokk so væl hjá Føroyum, og støðan gjørdist 4-5. Men so kom proppur í, og Kroatia vann ellivu stig á rað og legði seg á odda 16-4. Trý stig á rað til Føroya frá 7-20 til 9-20, áðrenn Kroatia vann 25-10, munaðu væl, so at settið at enda kom undir heitið “eitt heiðurligt tap”, tí Kroatia er hóast alt styrkismett nummar 10 í Evropa. 

Um annað sett mugu vit bara siga, sum var: Vit fingu bank! 1-6 gjørdist til 2-11, og tá Kroatia hevði fingið 25, vóru vit komin upp á 6. Einasta ljóspunkt í settinum var, tá Milja Silvansdóttir brúktið høvdið – bókstaviliga – og skallaði ein lobbara í gólvið hjá Kroatia til støðuna 4-16.

Í triðja setti gekk nógv betur, og vit hildu nokk so fast í Kroatia til 7-9, tá munurin vaks til 8-17, áðrenn Kroatia vann settið 25-13. 

Hetta var síðsti dysturin í hesi fyrstu EM-undankappingini hjá Føroyum, sum varð skipað eftir hesum leistinum. 

Føroyar endaðu aftast í bólkinum við ongum stigi. Hesum høvdu vit eisini roknað við. Nummar 1 gjørdist Rumenia. Á øðrum plássi kom Kroatia, sum saman við Rumenia hevur vunnið seg í EM-endaspælið næsta ár. Bæði fingu 14 stig; Rumenia settmun upp á 16-6 og Kroatia settmun upp á 16-7. Ísrael á triðja plássi fekk 8 stig. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2022

68 Leygardagur 17. september 2022

Gongd í neystabyggingini á Hvítanesi

Veitingartíðin av betongelemtunum hevur verið long, og byggivirksemið hevur ligið silt í meir ella minni í tríggjar mánaðir. Róðrarneyst neyst verður bygt fyri umleið 10 milliónir

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í síðstu viku var nógv virksemi niðri við sjóvarmálan á Hvítanesi á Tvøroyri. Eftir at byggingin hevur ligið still eitt longri tíðarskeið, sóust nú stór betongelement verða lyft oman á neystagrundina, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Mortan Thormann Vang, sjtóri í fyritøkuni MTV-Byggivirki, ið stendur fyri útgrevstri og stoyping, sigur, at av tí at veitingartíðin av betongelementunum hevur verið so long, hevur byggivirksemið ligið meir ella minni stilt í tríggjar mánaðir.

Mortan sigur, at nú verða so dekkelementini løgd á og beinanvegin tað arbeiðið er liðugt, so verður farið í gongd við at stoypa ovara partin av neystinum. Hann væntar at teirra partur av arbeiðinum fer at taka umleið hálvan annan mánað.

Spakin til neystið varð settur í 3. november, tá Egon Rasmussen loysti fyrsta flagið. Tvøroyrar kommuna og LOA-Grunnurin hava stuðlað verkætlanini fíggjarlig.

Neystið verður stórt, 12x30 metrar, við felagshøli og venjingarmøguleikum. Kostnaðurin liggur um 10,3 millónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2022

69 Leygardagur 17. september 2022

Suðurross nýggjur limur í Ríðisambandinum

Skipaða ríðingin hevur av álvara fingið fastatøkur sum ítrótt í Suðuroynni, og nú hevur Ríðisamband Føroya fimm limafeløg

(Mynd: Ríðisamband Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á aðalfundi hjá Ríðisambandi Føroya herfyri, varð einmælt samtykt at ganga umsókn frá Suðurross um limaskap á møti. Ríðisambandið fegnast stórliga um limaskapin hjá suðringum, skrivar sersambandið í tíðindaskrivi.

– Sersambandið ásannar, at Suðurross hevur gjørt eitt stórt og miðvíst arbeiði fyri at menna ríðingina sum ítrótt í Suðuroy og vónar, at tey við limaskapinum í ríðisambandinum kunna økja og stimbra enn meira um áhugan fyri ríðing í Suðuroy.

– Limir í Suðurros hava í ár longu luttikið í FM kappinginum í ríðing og limaskapurin ger, at tey nú kunna umboða teirra egna felag, tá kappast verður.

Við limaskapinum hjá Suðurross, fer Ríðisamband Føroya frá fýra til fimm limafeløg, og landafrøðiliga er sersambandið seinastu árini farið frá bara umfata Streymoynna og Vágar til nú eisini at umfata bæði Eysturoynna og Suðuroy.

– Hetta vísir á eina stóra menning innan skipaðu ríðingina og vísir at miðvísa arbeiðið, sum Ríðisambandið hevur framt seinastu árini, nú av álvara ber ávøkst, skrivar Ríðisamband Føroya.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2022

70 Leygardagur 17. september 2022

Talv: Føroysk afturgongd á styrkilistanum

Føroysku úrslitini á talvolympiaduni síggjast nú aftur í nýggjasta styrkilistanum hjá talvsamgonguni, FIDE

Stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, liggur á 11. plássi yvir sterkastu telvarar í Norðurlondum. Til høgru Høgni Egilstoft Nielsen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Altjóða talvsamgongan FIDE hevur kunngjørt nýggjan styrkilista fyri september 2022.  Úrslitini hjá Føroyum á talvolympiaduni í summar síggjast nú aftur. 

Høgni Egilstoft Nielsen er farin niður um 2.400 í rating, sum hann í longri tíð hevur hildið seg uppi á, Luitjen Akselsson Apol er gliðin úr topp 15, og John Rødgaard er dottin niðurum 2.300.

Støðan er kortini ikki verri enn so, enn at Føroyar standa nummar 76 av teimum 170 londunum, sum FIDE hevur á sínum yvirliti. Á olympiaduni vóru útivið 200 lond við í almennu kappingini.

Yvirlitið er roknað eftir miðalstyrkitalinum hjá landsins fremstu telvarum. USA er á odda, Russland er nummar tvey og Kina nummar trý. Noreg er nummar 15, og Usbekistan, sum púra óvæntað vann olympiaduna í India í summar, er nummar 18.

Teir fremstu fimm telvararnir í heiminum eru nú hesir:
1. Magnus Carlsen (Noreg) 2861
2. Liren Ding (Kina) 2808
3. Ian Nepomniachtchi (Russland) 2792
4. Alireza Firouzja (Frakland/Iran) 2778
5. Wesley So (USA) 2771

15 teir bestu

Í Føroyum eru umleið 350 telvarar, sum eru virknir í teimum níggju feløgunum, sum í vetur vóru virkin í føroysku landskappingini. Teir fremstu fimtan eru hesir:
1. Helgi Dam Ziska (HT) 2543
2. Høgni Egilstoft Nielsen (ST) 2394
3. John Arni Nilssen (ST) 2336
4. Martin Poulsen (HT) 2311
5. John Rødgaard (VT) 2281
6. Rógvi Egilstoft (ST) 2274
7. Olaf Berg (HT) 2204
8. Flóvin Tór Næs (HT) 2204
9. Hans Kristian Simonsen (KT) 2198
10. Bogi Ziska (TT) 2190
11. Ólavur Simonsen (KTF) 2189
12. Jóan Hendrik Andreasen (HT) 2187
13. Carl Eli Samuelsen (HT) 2171
14. Eyðun Nolsøe (KTF) 2163
15. Sjúrður Thorsteinsson (HT) 2139

Norðurlond

Okkara stórmeistari telist sum kunnugt millum teir fremstu í norðurlondum. Í einum topp 20 lista, er Helgi í løtuni nummar 11. 

Norra er best umboðað á hesum listanum. Norðmenn eiga sjey av fremstu tjúgu telvarum í norðurlondum. 

Helgi Dam Ziska hevði verið nummar 6 í Norra, nummar 3 í Danmark og Svøríki, nummar 2 í Finnlandi og nummar 1 í Íslandi.

Tann norðurlendski topp 20 listin er hesin:
1. Magnus Carlsen (Noreg)  2861
2. Aryan Tari (Noreg) 2656
3. Nils Grandelius (Svøríki) 2651
4. Jon Ludvig Hammer (Noreg) 2625
5. Jonas Buhl Bjerre (Danmark) 2598
6. Mads Andersen (Danmark) 2597
7. Johan-Sebastian Christiansen (Noreg) 2583
8. Simen Agdestein (Noreg) 2576
9. Evgeni Agrest (Svøríki) 2567
10. Tomi Nyback (Finnland) 2566
11. HELGI DAM ZISKA (FØROYAR) 2543
12. Hjørvar Steinn Gretarsson (Ísland) 2542
13. Lars Oskar Hauge (Noreg) 2533
14. Frode Urkedal (Noreg) 2533
15. Allan Stig Rasmussen (Danmark) 2531
16. Sune Berg Hansen (Danmark) 2525
17. Hannes Stefansson (Ísland) 2527
18. Erik Blomqvist (Svøríki) 2523
19. Kjetil Lie (Noreg) 2521
20. Henrik Danielsen (Ísland/Danmark) 2521


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2022

71 Leygardagur 17. september 2022

Undangongumaðurin Petur Jacob Sigvardsen 90 ár

Petur Jacob var við til at stovnseta Ráðið fyri Ferðslutrygd í 1976, og verður nevndur sum maðurin, ið átti hugskotið til navnið “Ráðið fyri Ferðslutrygd”. Hann var næstformaður í starvsnevndini fyri RFF øll árini frá 1976 fram til 1993, tá hann varð valdur formaður. Hetta starv røkti hann til 2004, tá hann legði frá sær

 
SkrivaÐ:

Ráðið fyri Ferðslutrygd

Týsdagin 13. september fylti Petur Jacob Sigvardsen 90 ár.

Petur Jacob er føddur við Gjógv, sonur Karl Jacob Sigvardsen og Elisabeth f. Joensen, bæði frá Gjógv. Petur Jacob var giftur við Jacobinu f. Petersen, úr Sandavági (d. 2012) og eiga tey børnini Estrid, Paula, Karl Eli, Petur og Fróða.

Petur Jacob tók læraraútbúgving á Føroya Læraraskúla í 1956 og hevur verið lærari í Mykinesi, Miðvági og Tórshavn. Hann varð settur skúlaráðgevi 1. august 1973, til hann 1. desembur 1979 varð settur sum deildarleiðari í Landsskúlafyrisitingini. Hann virkaði eina tíð sum landsskúlastjóri, til hann fór úr starvi 1. august 1997.

Petur Jacob er rithøvundur av Guðs náði. Tað er ikki hissini verk hann hevur lagt fyri dagin, har serliga heimbygdin við Gjógv er væl lýst í fleiri bókum.

Tá Ráðið fyri Ferðslutrygd ynskir at heiðra merkismannin Petur Jacob, so er tað fyri hansara ómetaliga stóra arbeiði fyri RFF og ferðslutrygdina sum heild.

Petur Jacob var við til at stovnseta RFF í 1976 og verður nevndur sum maðurin, ið átti hugskotið til navnið “Ráðið fyri Ferðslutrygd”.

Petur Jacob var næstformaður í starvsnevndini fyri RFF øll árini frá 1976 fram til 1993, tá hann varð valdur formaður. Hetta starv røkti hann til 2004, tá hann legði frá sær.

Petur Jacob var eisini undangongumaðurin við at fáa okkum nullhugsjónina inn í arbeiðsetningin hjá RFF. Í dag er hetta ein púra náttúrligur partur av ferðslutrygdararbeiðinum og beinleiðis ásett í ferðslulógini.

Hansara ómetaliga stóra og vælgreidda arbeiði ferðslutrygdini at frama eru vit øll serstakliga glað og takksom fyri. Og eftir at Petur Jacob legði frá sær sum formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, var avgjørt at gera hann til heiðurslim. Ein tign, sum hann var serliga glaður fyri, sum viðurkenning fyri stórt og gott avrik.

Tað er eisini gleðiligt hjá okkum at síggja, at Petur Jacob framvegis er so áhugaður í RFF, at hann nærum altíð er at síggja í fjøldini til tiltøk, sum RFF skipar fyri. Eingin ivast í, at Petur Jacob framvegis brennir fyri hugsjónini og tað letur hann okkum eisini vita, tá hann tekur orðið á fundi hjá RFF.

Við hesum orðum vilja vit í Ráðnum fyri Ferðslutrygd ynskja Petur Jacob hjartaliga til lukku við 90 ára degnum og øll góðynskir á leiðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2022