Leygardagur 24. september 2022 | Nr. 39 | Árgangur 3 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 7
SíÐa 15
SíÐa 17
SíÐa 54
SíÐa 49
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Vit sigla í vandasjógvi í løtuni. Tað brýtur um bæði borð, og frá nógvum mótum koma ófrættakend boð, sum kann geva sjálvt tí mest lívsfúsa ampa av at hugsa um, hvørja framtíð vit ganga á møti.
Hagtølini vísa annars nakað heilt annað. Hesa vikuna kundi Hagstovan boða frá, at bæði útflutningur og innflutningur hava tikið dik á seg, og arbeiðsloysið er so lágt sum ongantíð.
Og meðan heimsins leiðarar savnaðust til aðalfundar í Sameindu Tjóðum í New York, boðaði tann valdmiklasti av øllum, maðurin, ið ikki sleppur við til aðalfundar, at hann nú mobiliserar seg til veruligt krígg – tí hann kennir seg hóttan av vesturheiminum, ið ætlar sær at niðurberja Russland.
Tað verður í ógvusligt mát tosað uttan um hvønn annan í politisku propaganduni millym eystur og vestur. Uttan at vita hvussu Putin hugsar og hvussu hansara heimskort sær út, so má staðfestast, at landkortið ikki er tað sama, sum vit síggja.
Hvør er tað sum hóttir? spyrja vit, og duga ikki at síggja annað, enn tað er hin parturin. Soleiðis sær Putin ikki heimsstøðuna. Eitt nú tí at hann metir hersett ukreinskt øki fyri at vera russisk, og hevur tí nú tikið sær tað frælsið, at skipa fyri fólkaatkvøðu millum tey fólkini, sum eru eftir í Luhansk og Donetsk hvørt tey vilja vera ukrainar ella russar.
Slíkt er sjálvandi burtur úr vón og viti í okkara oyrum. Fyri tað um tey russisk sinnaðu í dag eru í meiriluta í hesum økjum (tí hini eru flýdd ella deyð), so merkir tað ikki, at Russland kann leggja økið undir seg. Soleiðis var hugsanin kanska einaferð, tá kríggj við grannalond var gerandiskostur. Men soleiðis er tað ikki í altjóðagjørda heiminum í dag. Tað tykist Putin ikki at hava fatað.
Og við tí greiða úrslitinum av hesi sokallaðu fólkaatkvøðuni, so fer Putin sjálvandi at lýsa hesar partar av Ukraina fyri russisk øki at vera, eins og hann gjørdi við Krim.
Og hvat fer so at henda, tá ukreinski herurin heldur fram við at vinna tikið land aftur? Tá verður tað veruliga fatað sum ein krígshóttan frá russiskari síðu, tí tá verður lopið á russiska jørð. Og hvat ger Putin so? Hann hevur jú hótt við at nýta kjarnorkuvápn, um neyðugt...
Nei, framtíðin tykist ótrygg.
Hvussu stóra skyldu Putin hevur í ógvusligu inflasjónini, sum vesturheimurin upplivir í løtuni, er ilt at siga. Hon var byrjað, áðrenn innrásina í Ukreina.
Men inflasjónin er so orsøkin til, at vit uppliva fátækratrupulleikar millum okkum, hóast hjólini mala í fimta kervi sambært Hagstovuni.
Vit hoyra frá fólki, ið nærum ikki hava pengar eftir til mat móti endanum av mánaðinum.
Tíðindi, sum koma dátt við hjá øllum, serliga teimum ráðandi, ið av góðum grundum ikki kunnu góðtaka, at familjur við børnum ganga svangar. Her má hjálp fáast til vega.
Men hvaðani skal hjálpin koma? Fíggjarlógin tykist ikki at hava ov nógvar pengar at gjara út við, nú seinastu lyftini skulu fíggjast áðrenn veljarin fær høvið at gera sína ávirkan galdandi fyri komandi fýraáraskeiðið.
Og so standa vit eisini fyri nýggjum sáttmálasamráðingum á arbeiðsmarknaðinum. Við ógvusliga vaksandi prísum, má roknast við ógvusligum krøvum um lønarhækking eisini. Og so er skrúvan uttan enda veruliga sett í sving, og ongin veit hvat tað førir til.
Tað er ófrættakent.
Stóra venjingin í Vágum týsdagin gekk væl, men eisini er neyðugt at hyggja nærri at hvussu ymiskt kann betrast
Meira enn 350 luttakarar frá 18 ymiskum myndugleikum, feløgum og felagsskapum vóru týsdagin við í eini umfatandi tilbúgvingarvenjing, sum varð hildin í Vága Floghavn, tá alarmurin fór í gongd kl. 17:31.
Sí eisini: Myndir: Flogvanlukkuvenjingin "Smyril 2022"
Endamál
Endamálið við venjingini var at royna tilbúgvingina hjá Vága Floghavn, løgregluni, sjúkraflutningstænastuni og hjá øllum øðrum pørtum, sum eru knýttir at tilbúgvingini fyri flogvøllin, fyri á tann hátt at staðfesta, hvussu allar uppgávur í eini stórari vanlukku verða loystar.
Fyrireikingar
Ein stýrisbólkur og ein arbeiðsbólkur við limum frá Vága Floghavn, løgregluni og sjúkraflutningstænastuni hava í umleið eitt ár fyrireikað venjingina.
Hóast dagurin fyri venjingina varð ásettur fyri einum ári síðani, so hava bert fá fólk havt kunnleika til innihaldið í venjingini, og er hetta fyri at gera hana so veruleikakenda sum til ber, fyri allar luttakandi partar.
Innihaldið í venjingini
Í stuttum var innihaldið í sjálvari venjingini, at eitt flogfar við 122 fólkum umborð í sambandi við fráferð misti flogið og endaði partvíst á landi og partvíst á sjónum við Bíggjarvegin í Sørvági. Venjingin fevndi bæði um skaðastaðsleiðslu og kreppuleiðslu hjá Vága Floghavn, løgregluni, Atlantic Airways og hjá torninum á flogvøllinum.
Á skaðastaðnum fevndi venjingin um eldsløkking, bráðfeingis skaðaviðgerð, sjúkraflutning, leiting eftir fólkum á sjógvi og landi við fólki, bátum og tyrlum, skráseting av fólkum, umframt fyribyrging av dálking frá eini slíkari vanlukku, og fleiri aðrar størri og smærri avbjóðingar.
Eisini var vant í at lata flogvøllin aftur fyri flogferðslu, fyribils at leiða flogferðslu til aðrar flogvallir, og at enda at lata flogvøllin uppaftur fyri vanligari ferðslu.
Tilsamans vóru luttakarar frá 18 ymiskum myndugleikum, feløgum og felagsskapum við í venjingini. Samanlagt vóru umleið 350 fólk við í venjingini, harav uml. 60 statistar, uml. 150 sløkkiliðs- og bjargingarfólk og so eini 60-80 onnur starvsfólk.
Luttakandi partarnir í venjingini vóru
Tvørfaklig samskiftisskipan brúkt í venjingini
Venjingin varð eisini nýtt sum høvi at royna samskiftisskipanina Kima, sum m.a. løgreglan og Sjúkraflutningstænastan nýta. Hetta er ein skipan, sum er ment av Føroya Tele í samstarvi við Ericsson. Skipanin er ikki enn í nýtslu hjá so nógvum sløkkiliðum, undantikið tó Tórshavnar Sløkkilið, sum hevur brúkt skipanina í eina tíð.
Skipanin vísti seg at virka væl til tvørfakliga samstarvið millum luttakandi eindirnar í venjingini. Møguleikarnir at stroyma myndir beinleiðis frá einum skaðastað við nýggju skipanini eru eitt stórt framstig fyri øll, sum hava uppgávur í sambandi við álvarsligar vanlukkur.
Føroyskir og útlendskir eygleiðarar
Fleiri føroyskir og danskir eygleiðarar fylgdu venjingini, og ein nágreinilig eftirmetingarfrágreiðing verður liðug í november. Men longu eftir venjingina í kvøld hava ymsu partarnir havt eina skjóta og stutta samanumtøku har staðfestast kann, at fleiri uppgávur vóru loystar júst sum ætlað og væntað, meðan tað eisini eru nakrar uppgávur, har tað er neyðugt at hyggja nærri at, hvussu tey viðurskiftini kunnu betrast.
Tíðindaskriv frá Vága Floghavn
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2022
Helst fer Maverick at leita sær norðureftir har hann natúrliga hoyrir heima
Um tú møtir einum stórum ránsfugli, kanska í Vágum, so er stórur møguleiki fyri at talan er um ein veiðifalk við navninum Maverick.
Fuglafrøðingurin og -vinurin, Jón Aldará, hevur legði í vikuni út eina søgu á Facebook um ein veiðifalk, sum leitaði sær hjálp umborð á einum skipi norðan fyri Ísland herfyri, og endaði í einum hjalli heima hjá Jón Aldará í Sandavági.
Jón Aldará skrivar soleiðis:
Hesin vakri ungi veiðifalkurin settist avmaktaður á eitt skip norðan fyri Ísland fyrst í september, og var so heppin at finna ein góðan vin í manningini, sum tók hann inn og gav honum at eta. Skipið hevði kós móti Føroyum, og fuglavinurin fekk tey ráðini frá donskum fuglafrøðingum, at veiðifalkurin kundi ringmerkjast og setast út í Føroyum, tá teir løgdu at í Kollafirði.
Eg fekk boðini og fór at hjálpa teimum við hesum. Men tað vísti seg at ikki vera so líkatil, tí tá fuglurin var ringmerktur og skuldi setast út, so megnaði hann so dánt at flaksa nakrar metrar fram eftir vøllinum.
Ongin ivi var um, at hann mátti hava meira at eta. Og soleiðis endaði tað við, at vit máttu rudda hjallin út har heima til hendan stóra, hábærsliga ránsfuglin, ið frá bjargingarmanninum hevði fingið navnið Maverick.
Tíbetur fall hann væl til í lítla gistingarhúsinum, og hann át sum ein greivi í nakrar dagar aftrat.
(Mynd: Jón Aldará)
Farna sunnumorgun - fimm dagar seinni - var hann so frægur, at vit kundu royna at sleppa honum út, og vit høvdu ikki meira enn gloppað dyrnar, so streyk hann avstað; yvir um fjørðin og niðan í hagan yvir Giljanesi.
Nevnast skal, at veiðifalkur (Falco rusticolus) er heimsins størsti falkur, og hann heldur til í Arktiska økinum, m.a. í Grønlandi, Íslandi og Norðurskandinavia. Einans tríggjar góðtiknar eygleiðingar av veiðifalki eru gjørdar í Føroyum í nýggjari tíð, ávikavist í 1984, 1992 og 2016.
So, eini boð til fuglaalskin: Um tit síggja (ella hava sæð) ein stóran ránsfugl í vikuni, so er tað helst Maverick.
Vit vóna tó, at hann longu hevur lagt leiðina hagar, hann hoyrir heima.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2022
Maðurin umborð var farin í gummibátin tá hann varð bjargaður
Beint eftir midnátt mikukvøldið fekk MRCC boð um, at fólk í Hvalba og Sandvík høvdu sæð neyðrakettir og neyðbluss úr landi.
Illgruni var um, at talan kundi vera um ein bát, ið var væntaður úr Havn, og sum ikki var komin fram, skrivaði MRCC á netinum.
MRCC sendi beinanvegin boð eftir bjargingartyrluni og bjargingarbátinum Royndini hjá Suðuroyar norðrara Bjargingarfelag at leita. Eisini Brimil og Vædderen vórðu eisini boðsendir.
Tá tyrlan og Royndin komu á staðið, var báturin sokkin, og einsamalli maðurin farin í gummibátin.
Royndin bjargaði mannin umborð, og sigldi hann og gummibátin til lands. Maðurin hevði tað gott eftir umstøðunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2022
Ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri VP, er góð tíðindi fyri Fólkaflokkin, sum annars ikki hevur staðið seg væl í øðrum kanningum. Javnaðarflokkurin er framvegis størsti flokkur
Um val var í dag, hevði Fólkaflokkurin verið næststørsti flokkur á tingi. Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri VP í tíðarskeiðinum 8. til 16. september 2022.
Fólkaflokkurin fær sambært kanningini 20,9 prosent og sjey sessir á tingi. Hetta eru 3,6 prosentstig færri enn til valið í 2019, og ein tingsessur færri. Hinvegin er hetta væl betri enn í seinastu kanning sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti. Tá fekk Fólkaflokkurin ein framaná við bara 16,1 prosent av atkvøðunum og fimm tingsessum.
Gallup-kanningin, sum VP kunngerð vísir, at Javnaðarflokkurin hevur gott tak á veljaranum, og hevði fingið 29,7 prosent av atkvøðunum sum røkkur til tíggju tingsessir. Framgongdin er 7,5 prosentstig og tríggir tingsessir.
Í kanningini røkkur Sjálvstýri inn um tinggátt við 3,1 prosentum av atkvøðunum, sum er ein afturgongd upp á 0,3 prosentstig í mun til seinasta val.
Kanningin gevur andstøðuni ein smalan meiriluta við 17 tingsessum í mun til núverandi samgongu og Sjálvstýri.
Fólkaflokkurin 20,9% (24,5% LV19)
Sambandsflokkurin 18,1% (20,3% LV19)
Javnaðarflokkurin 29,7% (22,2% LV19)
Sjálvstýri 3,1% (3,4% LV19)
Tjóðveldi 16,4% (18,1% LV19)
Miðflokkurin 6,1% (5,4% LV19)
Framsókn 5,7% (4,6% LV19)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2022
Hugleiðingar eftir eina góða máltíð burtur av havsins skatti frá Føroyabanka.
Vit føroyingar hava altíð vitað tað. Toskur er góður matur.
Ikki undarligt, at hetta fiskaslagið er tað, ið eigur lívið í okkum. Í nógv meira enn eina øld hevur føroyski útflutningurin av toskum, drignir upp av bankunum og landgrunninum, við Íslands og Grønlands strendur, út fyri Ný Funnalandi og Labrador og aðra staðni verið grundarlagið fyri føroysku vælferðini.
Tað er ikki fyrr enn hesi seinastu 10 til 15 árini, at alifiskur og uppsjóvarfiskur hevur ment seg til ein týðandi part av føroysku útflutningsvinnuni.
Skulu vit leita eftir succesum í føroyskari útflutningsvinnu, so er og verður tað hin saltaði toskurin. Síðani seint í 1800-talinum hava føroyingar saltað, turkað, vaskað, skolað, stakkað, pakkað og sent hetta góðmetið til miðjarðarhavslondini, har saltaður toskur frá norðurhøvum verður hámettur - serliga á Iberisku hálvoynni.
Har kallast toskur bacalao. Her heima verður bacalao fata sum heitið fyri tosk, ið er saltaður – saltfiskur. Tá baskarar og aðrir iberiarar borðreiða við bacalao, er talan ikki um saltmat, eins og vit minnast hann gerandisdagar saman við kókaðum eplum og mjólkarsós.
Á Iberisku hálvoynni, har tey veruliga duga at virðismeta henda matin, er tað at vatna saltið úr fiskinum ein kunstur, sum serfrøðingar taka sær av, um úrslitið skal vera serstakt.
Tí bacalao til kræsnu gómarnar í býum sum Bilbao, San Sebastián, Pamplona og Santander, skal bacalao ikki smakka saltur. Hann skal smakka, sum var hann nýfiskaður – feskur. Er neyðugt, smakkar kokkurin til við meira salti áðrenn borðreitt verður.
Saltið er bara ein máti at varðveita matvøruna, so hon ikki rotar. Tí skal saltið trekkjast úr fiskinum áðrenn hann skal etast aftur. Jú meira feskur smakkurin er, tess betur er fiskurin.
Tað er ikki bara føroyingar, sum nú í øldir hava notið gott av spanska smakkinum fyri góðum toski. Tað hava norðmenn eisini. Men spyrt tú ein fiskakeypara við iberisku norðurstrondina, so veit hann eisini, hvar tann allarbesti toskurin svimur. Tað er á Føroyabanka.
- Um tit fóru at fiska bankatosk aftur, so høvdu fiskakeypararnir í Bilbao verið sinnaðir at rinda fleirfaldað fyri tann toskin enn fyri annan tosk. Tí ongin toskur er eins góður og tann á Føroyabanka, segði baskiski matentreprenørurin. Mario Gómez, longu í 2014, tá hann var í Føroyum saman við seks høgt virdum kokkum úr Bilbao við sergrein innan bacalao.
Teir vístu síni kynstur á matstovuni Barbara Fish House áðrenn hon lat upp fyri almenninginum.
Nú er okkurt, sum bendir á, at bankin er búgvin at lata upp aftur fyri kommersiellum fiskiskapi. Boðskapurin frá fiskifrøðini á Havstovuni sigur, at alt bendir á, at toskastovnurin, sum var komin niður á null fyri góðum 15 árum síðani, nú er við at koma fyri seg aftur – hóast veðurlagsbroytingarnar við ornandi sjógvi tala ímóti tí.
Spurningurin er so hvussu komandi fiskiskapurin á Bankanum verður skipaður. Tí krøv eiga at verða sett móti hesum heilt serliga toskaslagi, sum búleikast á bankanum og onga aðrastaðir. Anatomiskt er fiskaslagið heilt nógv øðrvísi enn toskurin, vit annars kenna frá landgrunninum. Hann veksur skjótari, er ljósari í skræðuni, hevur størri høvd, styttri, men tjúkkari sporl og ikki eins nógvar rygggeislar.
Og so smakkar hann eisini nógv betur, siga tey, ið hava skil fyri slíkum.
Kortini hoyrast søgur um, at teir bankatoskarnir, sum verða veiddir við línu í løtuni verða frystir í blokk og sendir av landinum sum bulkvøra. Toskarnir, sum Jákup Sverri fær á sínum føstu yvirlitstrolingum á vári og heysti, verður seldur á Fiskimarknaðinum á Toftum.
Sum skilst, sum toskur-1. Altso, sum annar vanligur stórur toskur.
Jákup Sverri fekk seinast 5.600 kilo av stórum og góðum bankatoski. Matstovurnar í Havn keyptu nøkur kilo. Restin varð seld á uppboðssøluni – fyri 35 krónur kiloð. Hampuliga góður prísur fyri prima tosk. Men var hann nóg góður fyri bankatosk, ið sigst vera betur enn nakar annar toskur? Hm... Tað er undir helmingin á minstaprísinum fyri lambskjøt. Helst eisini væl minni hvat fæst fyri ein góðan kalvafisk, hóast matstovurnar uppliva, at gestirnir nógv heldur vilja hava tosk enn kalva.
Matstovurnar í Gongini hava prógvað, at bankatoskur veruliga er nakað serligt. Tað vísir eisini vaksandi áhugin millum føroyingar at koma á vitjan tað eina vikuskiftið um heystið og várið, tá bankatoskur er á skránni. Tað er veruliga forkunnugt at fáa nýfangaðan bankatosk borðreiddan av dugnaligu kokkunum har.
Kanska henda upplivingin kann gerast gerandiskostur á matstovunum, um Bankin verður latin upp aftur fyri fiskiskap, og gourmetmatstovurnar kunnu fáa hann feskan hvønn dag?.
Men tað má ikki vera soleiðis, at toskurin av bankanum verður seldur á uppboðssøluni javnbjóðis øllum øðrum toski. Tað er at fara illa um okkara gudsgivnu dýrgripir.
Toskur av bankanum skal seljast sum ein merkivøra, ið hevur uppiborið serligt uppmerksemi, serliga tign og serligan prís.
Hann skal skrásetast, flokkast, góðkennast og seljast sum bankatoskur, ið merkir at talan er um eitt heilt serligt slag av vøruni, sum einans finst á einum ávísum stað á jørðini. Á sama hátt sum serligu turkaðu skinkurnar í Spania, brúsandi hvítvínið í Champagne, fetaosturin í Grikkalandi, kobekjøtið í Japan o.s.fr. Ein vøra, ið hvørki kann ella skal eftirlíknast.
Kanska onkur tekur stig til at hetta verður framt? Hví hava vit ikki eitt mátvørumálaráð? Føroyska skerpikjøtið skuldi fingið eina slíka klassifikatión fyri langari tíð síðani.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2022
Í dag byrjar ST-aðalfundurin í New York
Mánadagin vitjaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, virkið hjá Bakkafrosti í New Jersey. Síðani 2018 hevur føroyska alifyritøkan havt eina sølu- og framleiðsludeild í USA.
Hanus Jacobsen, ið er leiðari fyri sølu- og framleiðsludeildina, greiddi frá virkseminum hjá Bakkafrosti í USA.
- Føroyski útflutningurin er í løtuni í einari broytingartíð. Okkara útflutningur eystureftir er minkaður. Tað hevur tí stóran týdning at styrkja og menna bæði verandi og nýggjar marknaðir. Við bøttu flutningsmøguleikunum og einum alsamt vaksandi eftirspurningi úr USA, vænti eg, at føroyski útflutningurin til USA fer at vaksa komandi árini, heldur Bárður á Steig Nielsen.
Løgmaður og Hanus Jacobsen, leiðari á sølu- og framleiðsludeildini hjá Bakkafrosti í USA
Løgmaður var mánadagin eisini á fundi við danska ST- sendimannin í New York, Martin Bille Hermann. Partarnir umrøddu russisku innrásina í Ukraina, sum setir sín stóra dám á ST-aðalfundin í ár. Eisini var støðan í Arktis á skránni. Tað er ikki óhugsandi, at Arktis komandi árini fer at fylla meira á dagskránni hjá ST.
Martin Bille Hermann, danskur ST-sendimaður, og løgmaður
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2022
Gongdin at tryggja Føroyum betri viðurskifti við ES er í løtuni í einari góðari legu, og vit eru bjartskygd um at samstarvið í næstum verður styrkt. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum í vikuni luttók á ST-aðalfundi í New York
Undir vitjan síni í New York hevur løgmaður verið á fundi við Frans Timmermans, sum er varaformaður í ES nevndini.
Á fundinum gjørdi løgmaður vart við, at tørvur er á einum breiðari samstarvi og meira tíðarhóskandi karmi fyri viðurskiftini ímillum Føroyar og ES, og víst varð til brævaskiftið, sum hevur verið millum løgmann og Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES nevndini.
– Vit nærkast av álvara okkara stóra máli um at leggja samstarvið við ES til rættis av nýggjum. Tað hevur verið arbeitt sera miðvíst við málinum alt valskeiðið, og eg taki ikki munnin ov fullan við at siga, at eg bæði vóni og vænti, at vit innan ikki alt ov rúma tíð fáa eitt gjøgnumbrot, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Landsstýrið vil menna eitt sterkari og meira fjøltáttað samstarv við ES. Ítøkiliga verður arbeitt við einum samstarvskarmi millum partarnar, ið skal tryggja eitt tættari og meira skipað samstarv, bøta um handilsviðurskiftini og geva betri møguleikar at víðka samstarvið til onnur øki.
– Við nýggju heimsstøðuni í huga, hevur tað stóran týdning at styrkja samstarvi við lond og felagsskapir, sum standa fyri somu demokratisku virðum, sum vit gera í Føroyum. Vit mugu eisini leggja nógv fyri at fáa so góðar marknaðarmøguleikar sum yvirhøvur gjørligt við hesi londini. Tað eru 25 ár síðani, at handilssáttmálin við ES varð gjørdur, og tí er tað í tøkum tíma at dagføra okkara handilsviðurskifti við ES. Okkara verandi samstarv innan fiskiveiðu og gransking skal eisini styrkjast. Harumframt vilja vit menna eitt breiðari samstarv innan talgilding, grøna orku, útbúgving og mentan, vísir løgmaður á.
Seinni skuldi løgmaður á fund við írska forsætisráðharran, Micháel Martin fyri millum annað at umrøða sínámillum samstarv umframt tilgongdina við at styrkja viðurskiftini ímillum Føroyar og Evropasamveldið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2022
- Á fyrimyndarligan hátt lýkur tú krøvini at vinna Ársins miðlaheiður, segði Øssur Winthereig, journalistur, tá hann handaði Mariu Skaalum Petersen, granskara á Setrinum, ársins miðlaheiður
Deildin fyri heilsu og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum kann seta enn eina heiðursløn á sína hill.
Maria Skaalum Petersen, ph.d., lektari í heilsuvísindum og granskingarleiðari, vann fríggjadagin Ársins miðlaheiðursløn fyri sína góðu vísindaligu miðling.
Heiðurin varð latin í endanum á Vísindavøkuni, sum í ár varð hildin í Løkshøll í Runavík.
- Maria dugir sera væl at leggja granskingina fram á lætt skiljandi, gerandisligan og ótilgjørdan hátt. Javnan er hon frammi og málber seg soleiðis, at øll kunnu skilja, og hennara miðling er bæði umfatandi og á so mongum pallum, segði Øssur Winthereig vegna Føroysk Miðlafólk, tá hann handaði henni heiðurslønina vegna Granskingarráðið.
Hesi hava higartil vunnið Ársins miðlaheiður fyri gransking:
2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen
2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen
2022 - Maria Skaalum Petersen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2022
Globe Tracker, við føroyskum eigarum á odda, bleiv kosin Ársins íverkseti 2022. Globe Tracker framleiðir útgerð og mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum
Ársins íverksetaradagur, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, varð í gjár hildin á Føroya Tele. Nógv fólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað.
- Eg eri sera stoltur av, at okkara ótrúliga dugnaliga toymi hevur megnað at gjørt eitt hugskot til veruleika – til eina altjóða fyritøku, ið er førandi á hesum marknaðinum. Í dag nýta 15 bingjuflutningsfeløg og fleiri enn 60 kundar okkara tøkni. Afturat hesum brúka tríggir út av fýra bingjuframleiðarum eisini okkara loysn, sigur Rich Meyers, stjóri hjá Globe Tracker.
- Sjálvt um vit hava kollvelt ein heilan marknað, so er hetta bert byrjanin hjá Globe Tracker, legði hann at enda afturat.
- Vit eru sera stolt av at fáa hendan heiðurin, og errin av okkara føroyska uppruna, ið hevur breitt seg til Evropa, Amerika og Asia. Vónandi kann leisturin, ið Globe Tracker hevur nýtt, vera ein fyrimynd fyri aðrar fyritøkur, um hvussu ríka tøkniliga tilfeingi í Føroyum kann verða gagnnýtt, eisini í altjóða høpi, sigur Joel undir Leitinum, nevndarformaður í Globe Tracker.
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, handaði Granan til Ársins íverkseta 2022. Gestarøðari í ár var ein av fremstu donsku films- og filmsframleiðarum, sjónleikari og handritahøvundur, Peter Aalbæk Jensen.
Globe Tracker framleiðir útgerð og mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum. Globe Tracker ApS varð stovnað í 2016, er skrásett í Danmark og hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og Florida í USA, umframt virksemi í Hollandi, Íslandi, Týsklandi, Singapore og Kanada.
Høvuðspartaeigarar eru Spf. Framjerji, Tryggingarfelagið Lív, Norðoya Íløgufelag og Pf. LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelagið. Í Globe Tracker starvast 47 fólk, harav 19 í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2022
Ann Danielsen, ið er serlækni í kvinnusjúkum, ynskti ikki at halda fram í ráðnum, og tí hevur landsstýrismaðurin við heilsumálum tilnevnt Katrina Kallsberg, serlækna í kvinnusjúkum og burðarhjálp
Ein av limunum, sum var millum tey trý, ið kundu halda fram í Etiska ráðnum, eftir at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum herfyri valdi nýtt Etiskt ráð, hevur boðað frá, at viðkomandi ikki ynskir at halda fram, og hevur hann valt nýggjan lim í ráðið í staðin, skrivar Heilsumálaráðið.
Sambært Kringvarpinum er talan um Ann Danielsen, ið er serlækni í kvinnusjúkum.
Orsøkin er m.a. manglandi virðing fyri fráfarandi forkvinnuni, Annu Mette Greve Klemensen, sum ikki varð afturvald, og at hon ongantíð sjálv er spurd, um hon ynskti at halda fram.
— Talan er í hesum føri um ein lim, sum landsstýrismaðurin tilnevnur, og har tað í serligu viðmerkingunum til § 6 í lógini er útgreinað, hvussu hesin limur eigur at veljast:
– Landsstýrismaðurin tilnevnir harumframt ein lim. Hugsað verður um, at hesin limur m.a. skal hava heilsufakligan kunnleika til gransking og viðgerð innan læknafrøði, og til gransking og viðgerð innan heilsuøkið. Mett verður, at tað er neyðugt at hava eitt heilsustarvsfólk við læknafakligari bakgrund í ráðnum, av tí at stórur partur av tí granskingarvirksemi, ið fer fram viðvíkjandi lív- og ílegutøkni innan heilsuøkið, verður gjørt av læknum.
Í hesum sambandi hevur Kaj Leo Holm Johannesen tilnevnt Katrina Kallsberg, serlækna í kvinnusjúkum og burðarhjálp, sum lim í Etiska ráðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2022
Gongdin fyrra hálvár 2022 hevur verið merkt av hækkandi inntøkum, men óstøðuga gongdin á fíggjarmarknaðinum hevur havt ávirkan á serliga íløgurnar hjá felagnum
Sum heild hevur fyrra hálvár 2022 gingið væl. Trygd hevur havt ein vøkstur í inntøkunum samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og talið á skaðum hevur verið á einum vanligum støði.
Úrslitið áðrenn skatt gjørdist 4,4 milliónir krónur, sum er lægri enn væntað, men tó hægri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið úrslitið var 3,6 milliónir krónur áðrenn skatt. Hinvegin hava útreiðslurnar hjá Trygd verið eitt vet hægri fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør.
Óstøðugur fíggjarmarknaður
Ársins fyrstu seks mánaðir hava verið merktir av órógvi á fíggjarmarknaðinum, og hetta hevur havt ávirkan á íløgurnar, serliga lánsbrøvini, hjá felagnum. Hóast eina varna íløgutilgongd hevur felagið havt tap fyrra hálvár.
Harafturat hava hækkandi prísirnir í samfelagnum eisini sett sín dám á úrslitið. Tí eins og alt annað, ið er dýrkað nógv seinastu mánaðirnar, eru skaðarnir erisini vorðnir dýrari at gera aftur, og sostatt eru skaðaendurgjøldini fyrra hálvár eisini hækkað nakað.
– Sum heild eru vit nøgd við úrslitini fyri fyrra hálvár. Vit hava ein sunnan samanhang millum inntøkur og skaðaútreiðslur, og hóast ein heldur óstøðugan fíggjarmarknað í løtuni, hava vit eitt sterkt felag, ið bæði er væl brynjað til framtíðina, og sum samstundis kann tryggja kapping á føroyska tryggingarmarknaðinum til frama fyri allar føroyingar, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.
Roknskapurin í stuttum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2022
Virksemið hjá BetriTrygging hækkaði fyrra hálvár í ár. Tryggingarvirksemið gongur væl og íløguvirksemi minni væl
Fyrra hálvár í ár hevur Betri Trygging rindað 142 milliónir krónur út í skaðaendurgjøldum. Hetta er væl meiri enn fyrra hálvár í fjør. Hartil er talið av tryggingartakarum vaksið munandi, samstundis sum fólk tryggja seg betur og tekna fleiri tryggingar. Hálvársroknskapurin er tvíbýttur: Tryggingarvirksemið gongur væl, meðan íløguvirksemið í løtuni gongur minni væl.
Samfelagshjólini mala nú aftur við fullari ferð, og virksemið í landinum hevur av álvara tikið dik á seg aftur.
Tað sæst aftur á mongdini av skaðum, sum Betri Trygging hevur endurrindað seinasta hálvárið. Eftir tvey ár við lágum virksemi og fáum skaðum, er ferð nú komin á aftur og skaðatølini vaksa.
- Sum heild eru nú væl fleiri skaðar enn undanfarin ár, men harafturímóti eru miðalskaðarnir smærri. Vit síggja eitt nú, at fólk eru farin at ferðast aftur, og tí er talið av ferðaskaðum nú hægri enn tað var, áðrenn korona, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.
Fyrra hálvár hevur Betri Trygging endurrindað tveir stórar skaðar, meðan eingin stórur skaði var í fjør.
Tað merkist eisini, at fólkatalið økist, tí talið á kundum hjá Betri Trygging er seinastu árini vaksið munandi, samstundis sum fólk nú tryggja seg betur og hava fleiri tryggingar, enn tey høvdu fyrr. Saman við góðari fíggjarstýring hevur hetta við sær, at úrslitið fyri tryggingarvirksemið er gott.
Hinvegin hevur íløguparturin verið væl lakari enn undanfarin ár. Orsøkirnar til tað eru tær somu, sum aðrastaðir: Ótryggleiki á marknaðinum, kríggið í Ukraina, vaksandi inflatión og hækkandi rentur.
- Vit kunnu siga, at hálvársroknskapurin vísir eitt tvíbýtt úrslit. Hóast íløgurnar í løtuni geva undirskot, er tryggingartekniska úrslitið gott, og vit hava eitt sterkt og væl rikið felag. Solvensurin er hækkaður síðani í fjør, tí álitið á felagið er gott, bæði innanlands og uttanlands, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.
Lyklatøl fyrra hálvár 2022 samanborið við 2021:
Úrslit eftir skatt: -40 mió.kr (52 mió.kr)
Tryggingarinntøkur: 232 mió.kr (218 mió.kr)
Skaðaendurgjøld tilsamans: 142 mió.kr (106 mió.kr)
Tal á skaðum 6.172 (5.314)
Solvensdekningur: 313% (278%)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2022
Flest okkara fylla 26. september, vísa tøl hjá Hagstovuni. Níggju mánaðir eftir annað jólakvøld
Hagstovan vísir javnan á nógvu hagtølini tey liggja inni við. Um vikuskiftið vísa tey á føðingardagar og mánaðirnir har flest okkara fylla.
Og í harðari kapping við julimánað, eru flest okkara fødd í september. Dagurin sum flest fólk eru fødd, er 26. september - júst níggju mánaðir eftir annað jólakvøld.
- Jólamánaðurin og vetrarmánaðirnir eru kanska ikki so kaldir, sum vit halda, siga tey á Hagstovuni.
Á heimasíðuni hjá Hagstovuni ber til dømis til at síggja hvussu nógv eru fødd sama dag sum tú.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2022
Heilivágssølan er meira enn fimm-faldað hesi seinastu 20 árini
Alivinnan er ein góður kundi hjá apoteksverkinum. Tað vísa nýggjastu hagtølini fyri søluna av heilivági í Føroyum.
Hagstovan skrivar, at seinastu 20 árini er heilivágssølan hjá apoteksverkinum vaksin úr 118 til 292 milliónir krónur. Størsti vøksturin er hjá alivinnuni, sum fyri 20 árum síðani lá um 20 milliónir krónur um árið. Í 2021 var heilivágssølan hjá apoteksverkinum til alivinnuna 111 milliónir krónur.
Sølan til alivinnuna er sostatt 38 prosent av heilivágssøluni hjá apoteksverkinum.
Hereftir kemur sølan av heilivági á resept til einstaklingar, sum ikki er vaksin tað stóra hesi árini, frá 80 milliónum krónum í 2002 til 94 milliónir krónur 20 ár seinni.
Hinvegin er heilivágssølan til sjúkrahúsini vaksin nógv, úr 13 milliónum krónum í 2002 til 86 milliónir krónur í 2021.
Heilivágssølan til landbúnaðin er lítil samanborið við aðrar bólkar. Í 2002 var hon um tvær milliónir krónur og 1,4 milliónir krónur í 2021.
Meðan heilivágssølan til hinar brúkarabólkarnar hevur verið støðug, eru ógvisligar broytingar í heilivágssøluni til alivinnuna. Hon var heilt niðri á 7 milliónum krónum í 2004, vaks so í stórum næstu tíggju árini til 135 milliónir krónur í 2014. Minkaði so aftur til 49 milliónir krónur í 2018, men er nú aftur vaksin seinastu trý árini til 111 milliónir krónur í 2021.
Heilivágssølan til sjúkuviðgerðarbólkar
Tá tað snýr seg um heilivágssøluna til teir ymisku viðgerðarbólkarnar, ger apoteksverkið hana upp í serstakum skamtanareindum, roknað fyri hvørjar 1.000 íbúgvar fyri hvørt samdøgur.
Her er samlaði vøksturin í søluni frá 941 skamtum í 2002 til 1.587 skamtar í 2021, ein vøkstur á 61 prosent. Nógv størsti viðgerðarbólkurin við 39 prosentum eru tey, ið fáa heilivág fyri hjarta og blóðrensl. Har eru skamtanrinar øktar við 68 prosentum.
Aðrir stórir viðgerðarbólkar eru “nervalagið”, har vøksturin er 71 prosent, og “sodningarlag og evnisbroytingar”, har vøksturin er 83 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2022
Fyrstu sjey mánaðirnar í ár hava Føroyar útflutt fiskavørur fyri 6,1 milliardir krónur
Fyrstu sjey mánaðirnar í ár hava Føroyar útflutt fiskavørur fyri 6,1 milliardir krónur – 1,4 milliardir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør.
Fyrstu sjey mánaðirnar varð samlað útflutt fyri 6,7 milliardir krónur. Hetta eru 1,6 milliardir krónur, ella 32 prosent, meira enn sama tíðarskeið í fjør, skrivar Hagstovan.
Útflutningurin av makreli er vaksin nógv í tíðarskeiðnum, tí makrelkvotan varð fiskað seinni í fjør, enn vanligt er. Útflutt varð fyri 479 milliónir krónur. Í sama tíðarskeið í fjør var bert talan um 260 milliónir.
Av laksi varð útflutt fyri tríggjar milliardir krónur, ið er 707 milliónir krónur ella 30 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør. Prísurin er góður, tí nøgdin er minkað við 5.000 tonsum ella 12 prosent, skrivar Hagstovan.
Útflutningsvirðið fyri tosk er hækkað 214 milliónir krónur, ella 42 prosent, og 60 milliónir krónur, ella 63 prosent fyri hýsu. Nøgdirnar av toski og hýsu eru vaksnar ávikavist 15 prosent og 14 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2022
Hetta var 1,9 milliardir ella 39 prosent meira samanborið við sama tíðarskeið í fjør
Fyrstu sjey mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 6,9 milliardir krónur, sum eru 1,9 milliardir ella 39 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin tó bert 29 prosent.
Undantikið skip og flogfør, er størsti vøksturin í bólkinum brennievni, har innflutt var fyri 681 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør. Sostatt er innflutningsvirðið av brennievni meira enn tvífaldað, skrivar Hagstovan.
Eisini er ein stórur vøkstur í innflutninginum av rávørum til fiskavirking. Har er vøksturin 132 milliónir krónur – ella 48,5 prosent. Vøksturin í innflutninginum til hav- og landbúnað og til aðra framleiðslu er ávikavíst 33,7 og 34,7 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2022
Í juli 2022 vóru 27.837 løntakarar í Føroyum og er tað methøgt. Samstundis er arbeiðsloysið metlágt
Innan privatu tænastuvinnurnar eru løntakararnir vorðnir fleiri í tali, serliga innan gisti- og matstovuvinnuna. Somuleiðis er løntakaratalið økt innan almennar vælferðartænastur hjá bæði landi og kommunum, meðan tað er lækkað innan bygging og fiskiskap. Hetta skrivar Landsbankin á heimasíðu síni.
Samstundis sum løntakaratalið er methøgt, er arbeiðsloysið í Føroyum metlágt; 238 persónar ella 0.9 prosent (apríl 2022).
Trot á arbeiðsmegi setur lønarlagið undir trýst. Men sum skilst hevur nýggja fast track-skipanin bøtt um umstøðurnar serliga hjá ferðavinnuni, meðan eitt nú byggivinnan enn hevur avbjóðingar við at fáa starvsfólk.
Fyri at bøta um avbjóðingina við troti á arbeiðsmegi mælir Búskaparráðið til, at landið avtekur frádráttin í skattinum, sum føroyingar, ið arbeiða uttanlands fáa. Hetta fyri at stimbra teimum at koma aftur til Føroyar at arbeiða, har tað er brúk fyri teimum.
Somuleiðis metir búskaparráðið tað ikki vera skynsamt, at seta í gildi eina lóg, sum letur peningin fyri barnaansing fylgja barninum, tá uppskotið møguliga eggjar borgarum at fara heim at ansa børnum, heldur enn at luttaka á arbeiðsmarknaðinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2022
Privata nýtslan er ein týdningarmikil partur av føroyska búskapinum. Í stødd er privata nýtslan á støði við vøruútflutningin og vøruinnflutningin og gongdin í privatu nýtsluni hevur stóra ávirkan á BTÚ-vøksturin
Myndin niðanfyri vísir samlaðu kortnýtsluna í Føroyum og uttanlands fyri árini 2019 – 2022 (2022 bert fram til og við juli mánað). Myndin tykist at vísa eina størri nýtslu í 2022 enn undanfarnu árini, men tað merkir ikki neyðturviliga, at húsarhaldini í 2022 hava keypt størri mongdir av vørum og tænastum í mun til undanfarnu árini, tað kann eisini skyldast at prísirnir eru hækkaðir fitt í 2022.
Hóast føroyingar eru tilvitaðir um, at prísir og rentur hækka, sæst ikki nøkur stórvegis broyting í nýtsluni hjá húsarhaldunum enn. Flestu teirra eru væl fyri fíggjarliga, tí sambært peningastovnunum verður ikki biðið um fleiri skáar, og trotini eru ikki størri enn vanligt hjá privatkundunum.
Slíka hækking í brúkaraprístalinum, sum í øðrum ársfjórðingi 2022, hava vit ikki sæð í Føroyum 14 ár, og tað ávirkar eyðsæð húsarhaldini tá tey verða biðin um at meta um egnu fíggjarstøðu og um búskapin sum heild í brúkarakanningini, sum Hagstovuni ger.
Her meta húsarhaldini, at útlitini fyri teirra fíggjarstøðu vera væl verri um eitt ár sammet við í dag.
Hinvegin er løntakaratalið methøgt, arbeiðsloysið lágt og tørvurin á arbeiðsmegi sera stórur. Hetta týðir á, at privata nýtslan helst kann gerast størri, enn lægra bjartskygnið í hesi brúkarakanning bendir á.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2022
Eftirspurningurin eftir býlum er framhaldandi størri enn útboðið. Men hækkandi renta og prísir gera at húsarhaldini eru meira varin, sum er ein orsøk til at býlir nú liggja longur á sølulistanum
Enn er bústaðartrot, serliga í miðstaðarøkinum. Tað sæst aftur á prísvøkstrinum á býlum, sum myndin niðanfyri vísir.
Myndin vísir gongdina í sethúsaprísum, sum eru skrásettir av Betri Banka fyri tíðarskeiðið 2001 til 2021, harafturat er fyrsti ársfjórðingur 2022 eisini við í myndini. Miðalprísurin í Tórshavn hevur verið vaksandi síðani 2012. Síðan 2017 tykist vøksturin í sethúsaprísinum uttanfyri miðstaðarøkið somuleiðis at vera øktur. Miðalprísurin á sethúsum uttan fyri Tórshavn var í fyrsta ársfjórðingi 2022 1,9 milliónir krónur og í Tórshavn 4,3 milliónir krónur.
Fyri at basa inflasjónini hava tjóðbankar kring heimin hækkað renturnar í 2022, umframt at prísur á vørum og tænastum er hækkað munandi í ár. Hetta ger at húskini hava lægri tøkupening og tí eru meira varin, tá tey skulu bjóða uppá eini sethús. Hetta fer møguliga at síggjast aftur í sethúsaprísunum komandi tíðina.
Í teoriini eiga sethúsaprísirnir at lækka, tá renturnar hækka, men framvegis er eftirspurningurin eftir bústøðum størri enn útboðið. Hóast arbeiðsloysið er metlágt, tilflytingin stór og búskaparliga virksemið stórt, so tálma hækkandi útlánsrenturnar keypihugin. Tí valdar í løtuni óvissa um útlitini fyri prísgongdina á bústaðarmarknaðinum.
Mangul á bústøðum er ein týðandi fløskuhálsur, sum kann forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri komandi árini. Búskaparráðið hevur framvegis ta fatan, at skilagott er, um kommunur við stórum fólkavøkstri framskunda útstykkingar av grundstykkjum, og serliga við grundstykkum til bygging av íbúðum. Her er trýstið enn størri enn á sethúsum, og harumframt er skjótari at ávirka bráfeingistørvin at fáa fleiri býli við at byggja íbúðir heldur enn at byggja sethús.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2022
79 færri dekk eru nú á havsins botni. Eitt toymi ruddaði leygardagin á Havnarvág
Stóra ruddingartiltakið Rudda Føroyar var á skránni seinasta leygardag, og á Havnarvág varð ruddað á botni.
Vikmar, sum var partur av ruddingartoyminum upplýsir, at 79 dekk vóru tikin upp av botninum.
Við í ruddingartoyminum vóru Tórshavnar Sløkkilið, Faroedive, Bakkafrost, Vikmar og kavarar frá Brimli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2022
20 tær størstu fyritøkurnar í Føroyum hava ein vøkstur innan nettosølu og rakstraravkast. Tað vísir greining frá Pf. Januar
Greiningin frá Pf. Januar, um tær størru fyritøkurnar, vísir at tað er ein vøkstur innan nettosølu og rakstraravkast millum tey 20 feløgini í greiningini. Vøksturin innan nettosølu er 12,8 prosent, ið er ein stórur vøkstur.
Tó eru íløgurnar lækkaðar við 6,6 prosentum, og samtíðis er nettoskuldin økt við 7,8 prosentum.
Nettosøla
Greiningin vísir, at feløgini nú aftur eru á sama støði við nettosølu, sum áðrenn covid-19. Samlaða nettosølan er 11,3 milliardir krónur, sum er ein øking upp á 1,3 milliardir krónur í mun til 2020.
Hertil skal viðmerkjast, at 2020 varð eitt ár merkt av covid-19, og vøksturin í nettosølu avspeglar eisini, at ferðafólkaflutningur nú aftur er ávegis sama støði, sum áðrenn covid-19, men eisini sæst, at gongdin í oljuprísum hevur ávirkað nettosøluna í 2021.
Rakstraravkastið (EBIT) økist
Sambært greiningini hevur rakstraravkastið verið í eini støðugari lækking hesi seinastu fimm árini, tó økist rakstraravkastið í mun til seinasta ár, men samanhildið við 2019 er gongdin tó enn niðurgangandi.
Samlaða rakstraravkastið øktist við 403 milliónum krónum samanhildið við 2020, sum svarar til ein 66 prosent vøkstur.
Men hóast nettosølan í hesum fimm ára tíðarskeiðinum er økt við 1,5 milliardum krónum, so er rakstraravkastið lækkað við 247 milliónum krónum.
Um greiningina
Pf. Januar hevur gjørt greiningina av teimum stóru feløgunum í Føroyum síðani 2017.
Í mun til undanfarin ár hevur verið gjørligt at móttikið eitt yvirlit yvir feløg, sum hava ein roknskap í flokki C-stór ella størri, og eru hesi feløgini tikin við í greiningina. Tó eru íløgufeløg vald frá, eins og peningastovnar og tryggingarfeløg, tí teirra roknskaparuppsetingar kunnu ikki beinleiðis sammetast við vanligu virkisroknskapirnar, sum eru settir upp samsvarandi ársroknskaparlógini.
Eisini er mett, at Pf. Bakkafrost er ein somikið stór fyritøka, í mun til onnur føroysk feløg, at sjálvt smáar broytingar í rakstrarligu gongdini hjá Pf. Bakkafrosti kunnu órógva samanberingar. Tískil er Bakkafrost heldur ikki við í greiningini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2022
Hetta er eitt framstig sum fer at lætta munandi um dagliga arbeiðið, sigur Faroe Ship
Havnarútbyggingin í Havn er komin so mikið langt, at uttasti molin í stóran mun er tikin í nytslu.
Tá Brúarfoss um síðsta fríggjakvøld legði at bryggju í Havn, var tað fyrstu ferð, at lagt varð at uttasta molanum í Tórshavnar Havn.
- Vit fegnast um, at tað nú ber til at flyta okkum út á nýggjasta partin av havnarøkinum - eitt framstig, sum fer at lætta munandi um dagliga arbeiðið, og er við til at skapa karmarnar um nýtt og økt virksemi, sigur Faroe Ship.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2022
Nú fáa suðuroyingar skjótt Smyril aftur
Síðani 22. august hevur Smyril verið í dokk á Fayard skipasmiðjuni í Munkebo í Danmark. Men mikudagin kom álitið hjá suðuroyingum úr dokkini aftur, og kemur eftir ætlan í sigling millum Tvøroyri og Havnina 3. oktober.
Avloysaraskipið, Herjólfur III, hevur verið fyri nógvum atfinningum, tí at skipið millum annað er heldur lítið. Hvussu er og ikki, so eru uttan iva nógvir suðuroyingar og onnur sum ferðast regluliga á leiðini, sum gleða seg av álvara at fáa Smyril aftur.
Strandferðslan upplýsti í vikuni, at alt arbeiðið í Munkebo hevur stórt sæð gingið eftir ætlan. Talan hevur verið um stórarbeiði í sambandi við motorar, elektriskar skipanir og akslar og skúvur. Eisini eru ábøtur gjørdar á ferðafólkaøkinum við millum annað nýggjum borðum í salongini og kafeteria og eisini er nýtt spælipláss gjørt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2022
Nýggi Finnur Fríði kemur í flotan í januar í 2024 um alt gongur eftir ætlan
Arbeiðið at gera nýggja Finn Fríða, sum skal byggjast á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, er byrjað.
Skrokkurin verður gjørdur hjá einari verksmiðju hjá Karstensens í Polandi, og kemur eftir ætlan til Skagen í juni í næsta ár.
- Arbeiðið er farið í gongd, og sum tað sær út, so fer tíðarætlanin at halda, men tað er sjálvandi øgiliga tíðliga at siga tað, sigur Dávid Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Varðanum.
Karstensens skipasmiðjan hevur so nógvar ordrar í løtuni, at skipasmiðjan hevur valt at ikki at taka fleiri ordrar, sum støðan er nú.
Nýggi Finnur Fríði skal avloysa núverandi skip, við sama navnið, sum sostatt verður 21 ára gamlat tá ið nýggja skipið kemur.
- Finnur Fríði hevur virkað sera væl øll árini, men tíðin er komin at endurnýggja, og nú var møguleikin har. Vit hava sniðgivið og teknað eitt framkomið uppsjóvarskip, sum kemur at hava allar hentleikar og nýggjastu tøknina, sigur Dávid Jacobsen.
Karstensens Skipasmiðjan hevur bygt Christian í Grótinum, sum varð handaður reiðarínum í Klaksvík í januar í ár, og sama skipasmiðja skal eisini byggja nýggja Høgaberg, sum kemur á summri í 2024. Nýggi Høgaberg verður systurskip til nýggja Finn Fríða, men kemur tó at lasta eitt vet meira.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2022
3.500 tons av norðhavssild eru býtt til fimm av átta umsøkjarum
Fiskimálaráðið hevur nú útlutað 3.500 tons av norðhavssild, ið vóru sett av til vinnuligar fiskiroyndir, verður upplýst á heimasíðuni hjá ráðnum.
Tá umsóknarfreistin var av, vóru átta umsóknir komnar inn upp á tilsamans 7.600 tons.
Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru fimm umsóknir játtaðar, sum hava fingið tillutað tey 3.500 tonsini, sum vóru tøk.
Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.
Av teimum fimm umsóknunum, ið eru gingnar á møti, verður avreitt til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka sildina á ein hátt, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu, ella har nýggjar vørur verða mentar fyri at koma á aðrar marknaðir.
Tær tríggjar umsóknirnar, ið ikki vórðu gingnar á møti, vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirði.
Eins og undanfarin ár verða, í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, settar nakrar serligar treytir, sum skulu tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið. Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar – í seinasta lagi 31. januar komandi.
Feløgini, sum hava fingið játtan, eru:
Jupiter (í samstarvi við Pelagos) - 500 tons
Kósin - 1.100 tons
TG Seafood - 950 tons
Varðin Pelagic - 450 tons
Jókin (í samstarvi við Pelagos) - 500 tons
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2022
Uppsjóvarskipið Jupiter og uppsjóvarvirkið Pelagos hava fingið tillutað 500 tons av sild í sambandi við eina spennandi verkætlan
Eins og undanfarin ár verða, í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, settar nakrar serligar treytir, sum skulu tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið. Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar – í seinasta lagi 31. januar komandi.
Ein av umsóknunum, sum hevur fingð tillutað sildakvotu er eitt samstarv millum Jupiter og uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði.
Talan er 500 tons av sild, sum Jupiter skal fiskað.
- Hetta verður spennandi, vit hava fingið játtað 500 tons til eina verkætlan, har vit skulu fiska sildina, og landa hana til Pelagos, sum síðan skal framleiða vøruna, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari á Jupiter.
- Talan er um sildaflaps, sum hava ligið í laka tvífalt so leingi sum vanligt, og síðan verða vakumpakkaði. Ætlanin er at byrja longu í oktober, og vit eru spentir at fara í gongd, sigur reiðarin.
Víðari sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari, at tað eisini verður Pelagos, sum skal selja vøruna, av tí at teir longu kenna marknaðin, og tað tí er upplagt og munandi lættari.
Feløgini, sum hava fingið játtað sildakvotur til vinnuligar royndir eru hesi:
Kósin - 1.100 tons
TG Seafood - 950 tons
Varðin Pelagic - 450 tons
Jókin (í samstarvi við Pelagos) - 500 tons
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2022
Alifyritøkan keypir allar partapeningin í felagnum, herundir dótturfelagið, sum rekur søludeild í Boulogne Sur-Mer í Fraklandi
20. september 2022 gjørdi Bakkafrost avtalu við partaeigararnar í Pf. Faroe Seafood 2011 um keyp av øllum partapeninginum í felagnum, herundir eisini keyp av dótturfelagnum Faroe France S.A.R.L., ið rekur søludeild í Boulogne Sur-Mer í Fraklandi, ein miðdepil fyri innflutning av sjógæti til Fraklands og evropeiska marknaðin, og sum innflytir og selur føroyskt sjógæti.
Við keypinum styrkir Bakkafrost um støðuna á evropeiska marknaðinum, og virksemið kemur at hækka um tænastustøðið, sum Bakkafrost veitir kundum í Evropa. Bakkafrost yvirtekur raksturin frá 1. oktober 2022.
Keypið er treytað av góðkenning frá Kappingareftirlitinum.
- Hjá Bakkafrost hava vit sett okkum sum mál at vera fremsti veitarin av laksi í heimsflokki, og vit byggja langtíðar samstarv við okkara kundar og miðja ímóti at veita bestu tænastu. Við keypinum av Faroe France koma vit nærri marknaðinum, , og veita enn betur tænastu til kundar í ES, sigur Regin Jacobsen, stjóri hjá Bakkafrost.
Í fjør varð 61 prosent av øllum Bakkafrost-laksi útfluttur til evropeiska marknaðin, og serliga Bakkafrost Skotland útflytir stórar nøgdir til evropeiska fastlandið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2022
Hetta er nýbygningur nummar 60 hjá KJ
Mikudagin varð tvíkiljan Tvørfelli handað alifyritøkuni Hiddenfjord.
Tvørfelli er nýbygningur nummar 60 hjá KJ. Hon er 16 metrar long og 8 metrar breið.
Tvíkiljan er sera væl útgjørd við millum annað:
Tveimum Palfinger dekkskranum, á ávikavist 65 tonsmetur og 18,5 tonsmetur, deksspæli og trimum koppum. Motorarnir til framdrift eru tvær ferðir 500 hk Volvo Penta; hjálpimotorur er ein Volvo Penta 239 kW. Tvørfelli er eisini í bakborð útgjørdur við bógskrúvu og eini síðuskrúvu aftan.
Til at betra um arbeiðsumstøður og trivnaði hjá manningini, er nógv gjørt burtur úr ljóðbjálving av maskinaríðnum og hydraulikkinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2022
Higartil í ár eru 12 ferðafólk komin til skaða á túrinum út á Kallin. Hetta er meira enn vanligt
Met nógv ferðafólk hava vitjað í Kalsoynni í ár, og tað sæst eisini aftur á hvussu nógv koma illa fyri. Jóhannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi, sigur við útvarpið, at higartil hava 12 beinbrot verið á túrinum út á Kallin.
- Trupulleikin er fólkini sum bara passa seg sjálvan. Tey fara allastaðni har tey ikki skulu, og í tíð og ótíð koma tey illa fyri og mugu fáa hjálp fyri at koma úr aftur støðuni, sigur Jóhannus Kallsgarð við útvarpið.
Vanlig ár hevur tað ligið um fýra til átta beinbrot, men serliga nógv eru í ár.
Í onkrum førum kemur tyrla eftir ferðafólkunum, men alt eftir hvar tey eru stødd og veðurumstøðunum, kemur tað ofta fyri at tey lokalu mugu koma til hjálpar.
Jóhannus Kallsgarð sigur, at tað hevur verið vátt í summar, og at tað hevur verið hált at ganga út. Hetta kann hava verið ein orsøk til nógvu beinbrotini.
Fyrr í ár var gravsteinur reistur fyri James Bond á Kallinum. Her sæst Jóannes Kallsgarð, bóndi, tá gravsteinurin varð avdúkaður fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2022
Fleiri verkætlanir eru í gongd samstundis, bæði á Eiði og í Svínáum – størsta verkætlanin er raðhúsini á Kolshjøllum, har sjey íbúðir eru í gerð
Seinastu tíðina hevur nógv bústaðarbygging verið í Eiðis kommunu.
Kommunan skrivar, at fleiri verkætlanir eru í gongd samstundis, bæði á Eiði og í Svínáum.
Størsta verkætlanin er raðhúsini á Kolshjøllum, har sjey íbúðir eru í gerð. Tað er Spf. Búð, sum stendur fyri byggingini á Kolshjøllum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2022
Leygardagin var árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, og 11 bátar luttóku í ár
Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum segl- og skúlaskipið Dragin skipar fyri, varð hildin í góðveðriðnum leygardagin.
11 bátar luttóku, og samlaða veiðan gjørdist 2825 pund.
Úrslitið av kappingini gjørdust:
Nr. 1: Báturin 'Malla' - 499,6 pund. Manning: Hans Edmund Josephsen og Ólavur Gaard.
Nr. 2: Báturin 'Eydnufarið' - 424,4 pund. Manning: Jakup Eydnugarð og Jógvan Johannesen.
Nr. 3: Báturin 'Hvannrók' - 270 pund. Manning: Finn Baldvinsson og Jógvan Fróðin Baldvinsson.
Størsta fiskin fekk Jakup Eydnugarð við Eydnufariunum. Hetta var ein toskur, sum var 112 sentimetrar og vigaði 12,72 kilo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2022
Nú hevur ungdómurin fingið betri umstøður á Býarbókasavninum í Havn
Leingi hevur verið tørvur á, at ungdómurin fær meira pláss og betri umstøður á Býarbókasavninum í Havn, og í dag lat ungdómsbókasavnið upp.
Á ungdómsbókasavninum er, umframt eitt gott úrval av ungdómsbókum á bæði føroyskum, donskum og enskum, eisini rúm fyri borðspølum, lesikrókum, teknirøðum, umframt avbera góðar lestrarumstøður. Nógv ymisk tiltøk eru á skránni allan dagin í dag, skrivar Tórshavnar kommuna.
Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, segði í røðu síni, at tað var á jóansøku í fjør, at býráðið samtykti at gera arbeiðstøkusáttmála við byggifelagið Valaverk, um at gera nýtt ungdómsbókasavn, umframt at gera aðrar dagføringar á Býarbókasavninum.
- Nú arbeiðið er liðugt kunnu vit øll fegnast um nýggjar umstøður til ungdómin á býarbókasavninum. Tað er ikki so langt síðan, at nýtt leikasavn til tey smærru børnini og familjurnar lat upp á býarbókasavninum. Eitt slóðbrótandi tilboð, sum hevur fingið stóra undirtøku.
- Nú er túrurin komin til tey ungu, og tað hava vit í mentamálanevndini lagt dent á. Vit hoyra ofta, at tey ungu lesa ov lítið, at tey fáa alla informatión og alt undirhald gjøgnum skíggjarnar heldur enn úr bókini. Ja, kanska vit vaksnu eru farin sama veg. Nakað er um tað, men so einfalt er tað heldur ikki.
- Hetta nýggja og fjølbroytta ungdómsbóksavnið í sjálvum miðbýnum bjóðar øllum ungdómi innar, og tað er sjón fyri søgn, at hetta ungdómsbókasavnið fevnir um so nógv annað enn um bøkur. Hetta er eisini eitt stað hjá ungdómi at vera saman, at hanga út og at stuttleika sær. Eitt pláss mitt í býnum bara til tey, segði Annfinn Brekkstein.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2022
Týskvøldið verða tvær upprunabøkur lagdar fram. Eina um heimsins fløgg og eina um Magnus Heinason
Týskvøldið kl. 19.30 verður forkunnug bókaframløgu á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn við tveimum upprunaføroyskum faktabókum til børn.
Talan er um “Magnus Heinason – hetja ella brotsmaður”, sum Páll Nolsøe hevur skrivað, og Jóannes Lamhauge hevur myndprýtt, og “Søgur um fløgg”, sum Beinta E. Danielsen hevur skrivað.
Báðar bøkurnar eru partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.
Undan framløguni fer Jasmin at spæla nøkur løg. Síðan fer Tórarinn Niclasen á Rípuni at práta við rithøvundar og myndprýðara um bøkurnar, sum verða til sølu fyri serprís á tiltakinum.
Søgur um fløgg
Visti tú, at føroyska flaggið, Merkið, fyrstu tíðina varð kallað ”studentaflaggið”? At summi lond velja at vísa ein part av síni mentan, søgu og siðvenju í flagginum? At eitt land í heiminum hevur tvey fløgg at skifta ímillum í friðartíð og krígstíð? At eitt flagg hevur ein lit, sum eingin annar hevur? Og at heimsins størsti hjálparfelagsskapur, Reyði Krossur, hevur trý ymisk eyðkennismerki?
254 almenn fløgg eru til í heiminum, hóast londini eru 195 í tali. Í hesi bókini eru myndir av øllum heimsins fløggum og savningar- og eyðkennismerkjunum hjá nøkrum av kendastu felagsskapunum. Tú kanst lesa um, hvussu tey eru vorðin til, og hví tey síggja út, sum tey gera.
Magnus Heinason – hetja ella brotsmaður
Í mong hundrað ár var hann hildin at vera ein hetja, men var hann tað? Síðan dagarnar hjá Magnusi Heinason hava fólk verið ymisk á máli um hann. Var Magnus Heinason ein hetja, sum fekk ein órættvísan deyða, ella ein brotsmaður, sum fekk revsingina, hann hevði uppiborið?
Magnus Heinason vaks upp í Føroyum í 16. øld. Hann var ævintýrari og sjógarpur og kendur víða um í Norðurlondum og Evropa fyri at stríðast ímóti sjórænarum, men ikki minst fyri at vera ógvuliga djarvur og snildur.
Í Føroyum minnast vit fyrst og fremst Magnus Heinason fyri, hvussu hann basti sjórænarum, sum herjaðu í Føroyum, og fyri at hann bygdi fyrsta skansan í Havn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2022
Bíðirøðin var 16 kilometrar long, og fólk stóðu í eitt samdøgur og bíðaðu
Áhugin at siga Elizabeth drotning eitt seinasta farvæl var stórur. Bíðirøðin var 16 kilometrar lang og bíðitíðin eitt samdøgur.
Bretski mentamálaráðkvinnan, Michelle Donelan, upplýsir fyri Sky News, at umleið ein fjórðings millión gingu framvið kistuni meðan hon lá í sonevndum “castrum dolores” í Westminster Hall.
Opið var alt samdøgrið frá 14. september klokkan 18 til í mánamorgunin, 19. september, klokkan 6.30.
Stóra jarðarferðin við Elizabeth drotning var í Westminster Abbey mánadagin, og kistan varð síðani flutt gjøgnum býin til Windsor slottið, har Elizabeth drotning varð jarðað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2022
– Vesturheimurin ynskir at oyðileggja Russland, segði russiski forsetin í røðu fyri russisku tjóðini týsmorgunin
Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur undirskrivað eini herbúgvingarboð til russiska herin. Tað boðaði hann frá í røðu, sum hann helt fyri russisku tjóðini týsmorgunin.
Talan er um eina lutvísa herbúgving, sigur hann í fyrstu røðu sínari fyri russiska fólkinum, síðan innrásin í Ukraina byrjaði í februar. Hetta merkir, at 300.000 hermenn úr tiltaksmanningini verða kallaðir inn.
Russiski forsetin segði í røðu sínari, at vesturheimurin ynskir at oyðileggja Russland og hevur roynt at gjørt ukrainska fólkið til kanónføði. Eisini segði hann, at russiska stjórnin fer at skaffa fígging til at økja um vápnaframleiðsluna.
Russiski verjumálaráðharrin, Sergei Shoigu sigur, sambært DR, at 5.937 russiskir hermenn eru dripnir í Ukraina. Eisini sigur hann, at tað er neyðugt við fleiri hermonnum fyri at verja markið millum Ukraina og Russland umframt tey økini, sum Russland hevur "bjargað" – tey økini í Ukraina, sum Russland hevur hertikið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2022
Amerikanski forsetin, Joe Biden, fanst hvassliga at Russlandi tá hann helt røðu á ST-aðalfundinum mikudagin
- Ongin hevur hótt Russland, ongin annar enn Russland søkir eftir samanbrestum.
Amerikanski forsetin, Joe Biden, gjørdi á aðalfundinum hjá ST mikudagin viðmerkingar til ógvusligu fráboðanina hjá russiska forsetanum fyrr sama morgunin.
Í røðu síni til ST-aðalfundin hevðist hann harðliga at framferðini hjá Putin og russisku innrásini í Ukraina, sum Biden kallar bæði ógvuslig og óneyðug.
Danmarks Radio hevur listað nakrar av útsøgnunum í røðuni hjá Joe Biden.
- Hetta kríggið er byrjað av einum manni, fyri at siga tað, sum tað er.
- Ein fastur limur í ST-trygdarráðnum hevur gjørt innrás í eitt grannaland. Roynir at burturbeina eina sjálvstøðuga tjóð av landakortinum.
- Í dag er Putin forseti komin við kjarnorkuhóttanum móti Evropa... Nú sendir hann boð eftir fleiri russiskum herfólkum. Og Kreml er í gongd við at skipa fyri eini falskari fólkaatkvøðu fyri at fáa hendur á pørtum av Ukraina.
- Putin sigur, at hann var tvingaður til at gera okkurt, tí Russland var hótt. Men tað er ongin, ið hóttir Russland. Og tað er ongin annar enn Russland, ið søkir samanbrestirnar.
Sambært NRK heitti Biden á limalondini hjá ST um at standa saman í stríðnum fyri at verja fólkaræðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2022
Bæði Mette Frederiksen, forsætiaráðharri og fyrrverandi ráðharrin við matvørumálum, Mogens Jensen, kunnu stillast fyri ein ríkisrætt fyri leiklut teirra í minkamálinum, staðfestir ein advokatfyritøka, sum eftir áheitan frá Nye Borgerlige hevur gjørt eina løgfrøðiliga meting av málinum
Ein advokatfyritøka hevur, eftir áheitan frá flokkinum Nye Borgerlige, gjørt eina løgfrøðiliga meting av, hvørt ein ella fleiri ráðharrar hjá donsku stjórnini kunnu stillast fyri ein ríkisrætt og verða dømdir fyri leiklut teirra í minkamálinum.
Fyritøkan metir, at bæði Mogens Jensen, fyrrverandi ráðharri við matvørumálum, og forsætisráðharrin Mette Frederiksen, kunnu verða dømdir, um teir koma fyri ein ríkisrætt.
Orsøkin er, sambært advokatfyritøkuni, at tey bæði hava verið ógvuliga óansin.
– Eftir okkara meting er tað ógvuliga óforsvarligt, at mann ikki hevur tryggjað sær lógarheimild, varð sagt, tá niðurstøðan hjá fyritøkuni varð løgd fram.
– Flokkurin hevur eina greiða dagsskrá
Rasmus Stoklund, politiskt framsøgufólk hjá sosialdemokratunum sigur tó, sambært DR, at advokatmetingin, sum Nye Borgerlige hevur bílagt, ikki er álítandi.
Nye Borgerlige hevur eina greiða dagsskrá, sum snýr seg um at fáa júst hendan boðskapin fram, sigur hann.
– Um sosialdemokratarnir settu nakrar advokatar at leggja fram okkara politisku sjónarmið, so haldi eg ikki, at fólk høvdu góðtikið, at tað, vit komu við var politiskt óheft. Á sama hátt viðurkenni eg heldur ikki, at tað skuldi verið óheft, tá ein annar flokkur ger tað, sigur hann.
Var ikki greið yvir manglandi heimild
Tað var 4. november í 2020, at Mette Frederiksen gav boð um, at allir minkar í Danmark skuldu takast av døgum, eftir at eitt nýtt frábrigdi av koronu varð funnið millum minkar í Danmark. Trupulleikin var, at hon hevði ikki heimild at geva hesi boðini.
Minkanevndin, sum kannaði málið kom til ta niðurstøðu, at Mette Frederiksen ikki var greið yvir, at hon ikki hevði hesa heimildina, og varð hon fyrst kunnað um hetta fleiri dagar seinni.
Nevndin segði tó eisini í frágreiðingini, sum varð almannakunngjørd síðst í juni í ár, at Forsætismálaráðið hevði borið seg sera átaluvert at, og átti ráðið at hava kannað, um heimild var at geva hesi boðini, áðrenn tey vóru givin.
Ikki meiriluti fyri óheftari advokatkanning
Borgarligu flokkarnir settu fram krav um, at atfinningarnar hjá Minkanevndini skulu kannast av óheftum advokatum og síðani koma við einum tilmæli um, hvørt grundarlag var fyri einum ríkisrættarmáli.
Skuldi politiskur meiriluti vera fyri einari advokatkanning, var neyðugt við undirtøku frá stuðulsflokkunum hjá stjórnini, og teir tóku ikki undir við borgarligu flokkunum.
Forkvinnan í radikala vinstraflokkinum, Sofie Carsten Nielsen heitti kortini á Mette Frederiksen um at útskriva fólkatingsval í seinasta lagi 4. oktober, tá Fólkatingið kemur saman aftur. Ger hon ikki tað, er flokkurin til reiðar at atkvøða fyri einum misáliti á forsætisráðharran, segði hon.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2022
54 ára gamla írska Síofra O’Leary verður í november fyrsti kvinnuligi forsetin hjá evropeiska mannarættindadómstólinum
Írski dómarin Síofra O’Leary verður forseti fyri evropeiska mannarættindadómstólin í Strasbourg, tá íslendski Róbert Spanó fer frá í november og trý ár fram.
Sambært Ritzau verður írski dómarin fyrsti kvinnuligi forsetin hjá dómstólinum.
54 ára gamla Síofra O'Leary hevur verið ein av varaforsetunum fyri dómstólin síðan januar. Dómstólurin hevur tveir varaforsetar, og hin varaforsetasessurin er í løtuni mannaður av danska/føroyska dómaranum Jón Fríðrik Kjølbro. Hann hevur verið varaforseti síðan 2020.
Í samrøðu við The Irish Times sigur komandi forsetin, at kríggið í Ukraina er ein áminning um, hvussu stóran týdning tað hevur at hava ein slíkan dómstól.
Evropeiski manarættindadómstólurin skal tryggja, at limir í Evroparáðnum yvirhalda sínar skyldur í mun til evropeiska mannarættindasáttmálan, sum ráðið samtykti í 1950.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2022
Ebola ávaring er sent út í landinum, men heimsheilsustovnurin hevur álit á, at tilbúgvingin í landinum er væl fyrireikað
Ein 24 ára gamal maður úr Uganda er deyður av ebola. Tað upplýsir heilsumálaráðið í Uganda, sambært Reuters.
Hetta er fyrstu ferð síðan 2019, at ebola er orsøk til eitt deyðsfall, og myndugleikarnir eru nú farnir at kanna onnur mál, ið møguliga líkjast.
Tí er ebola-ávaring nú send út í Uganda, og í løtuni eru tað átta persónar, sum fáa viðgerð fyri møguliga ebola-smittu.
Sambært afrikansku deildina undir heimsheilsustovninum WHO, er talan um eitt rættiliga sjáldsamt frábrigdi av ebola, sum upprunaliga stavar úr Sudan.
Sambært WHO er Uganda væl brynjað til at taka sær av slíkum útbrotum.
- Tað er ikki fremmant fyri Uganda at skula handfara ebola. Takkað verið serfrøðini í landinum, hava tey fyrr arbeitt skjótt og byrgd virusinum inni.
Ebola-virusið kravdi 11.000 mannalív, tá tað í árunum 2014 til 2016 herjaði í Vesturafrika, skrivar dr.dk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2022
Í tíðarskeiðnum mars 2019 til september í ár, varð býurin nevndur Nur-Sultan eftir fyrrverandi forsetanum, Nursultan Nazarbajev, men nú hevur býurin aftur fingið gamla navnið Astana
Í mars 2019 varð navnið á høvuðsstaðnum í Kasakstan broytt frá Astana til Nur-Sultan – eftir fyrrverandi forsetanum Nursultan Nazarbajev. Men nú verður farið aftur til gamla navnið.
Tað upplýsti skrivstovan hjá forsetanum í Kasakstan leygardagin, eftir at tjóðartingið í landinum hevði samtykt navnabroytingina dagin fyri, og forsetin, Kassym-Jomart Tokajev hevði undirskrivað lógina.
Í 2019 varð høvuðsstaðurin navngivin eftir Nursultan Nazarbajev, fyrsti forseti í Kasakstan, fór frá eftir nærum trý áratíggju í embætinum.
Umframt navnabroytingina, undirskrivaði núverandi forsetin í landinum eisini eina lóg, sum leingir embætistíð hansara úr fimm til sjey ár. Nú sleppur forsetin eisini bert at sita í eitt valskeið, men tann lógin kemur fyrst í gildi eftir næsta forsetaval, og væntast hann tí at stilla upp aftur á næsta vali, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2022
Frá hósdegnum kunnu kirkjur í Oslo ikki hitast upp til meira enn 15 hitastig, men orsakað av vaksandi orkuprísunum kann verða neyðugt at steingja nakrar kirkjur í norska høvuðsstaðnum eisini
Felags krikjuráðið í norska høvuðsstaðnum Oslo, sum stendur fyri rakstrinum av kirkjum í kommununi, hevur tikið avgerð um, at kirkjur í býnum ikki skulu hitast upp til meira enn 15 hitastig.
Neyðugt er nevniliga at spara upp á útreiðslurnar orsakað av vaksandi orkuprísunum, og kann tað tí gerast kalt hjá kirkjufólki í norska høvuðsstaðnum í heyst og í vetur. Tað hevur ráðið avgjørt í samráð við biskupin í Oslo.
Sambært Ritzau er tað tó ikki vist, at hetta tiltakið er nóg mikið fyri at handfara vaksandi orkuprísirnar.
– Kirkjan er, eins og restin av samfelagnum, í einari álvarsamari støðu, og umfatandi tiltøk eru neyðug. Treytað av kommunala stuðlinum kann tað eisini koma upp á tal at steingja nakrar kirkjur, sigur Kjetil Haga, formaður í ráðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2022
Suðuroyggin var 100 prosent grøn við vind- og vatnorku í vikuni, og tað hevði við sær, at ov lítið av avlopshita var til Pálshøll
Pálshøll í Vági hevur verið stongd nakrar dagar í hesi vikuni. Orsøkin skal finnast í, at svimjihøllin er tengd at ókeypis avlopshita frá nærmasta grannanum, Sev-verkinum í Vági.
Men motarnir hjá Sev hava verið sløktir seinastu tíðina, tí streymfreiðslan í Suðuroynni hevur verið 100 prosent grøn við vind og vatnorku.
Pálshøll hevur onga skipan, sum skal hita vatnið, tá ikki fæst nóg mikið av hita frá Sev, men nú fer kommunan undir hetta.
- Vit arbeiða við at finna eina loysn, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, við útvarpið.
- Hetta eru dýrar loysnir, sum kosta tvær milliónir, og tað verður ein grøn loysn, men akkurát hvat kann eg ikki koma inn á, sigur Bjarni Johansen.
Fríggjamorgunin hevði Sev tendrað fyri dieselmotorunum aftur, og seinni lýsti Pálshøll við, at nú var opið aftur fyri svimjandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2022
- Spennandi verður at fylgja við, nú hesin el-rikni báturin verður settur í veruligan rakstur, og vónandi verða royndirnar so góðar, at fleiri av hesum tvíkiljum verða bygdar í komandi tíðum
Hetta segði menningarleiðarin hjá SEV, Terji Nielsen, tá hann vegna SEV takkaði Umhvørvisstovuni og Bakkafrost fyri samstarvið í hesi spennandi royndarverkætlan, nú fyrsti alibáturin av sínum slag fer til arbeiðis á føroysku firðunum. Hann fegnaðist um, at vinnan raðfestir tað grøna og burðardygd í sínum virksemi:
- Føroyingar hava uttan iva verðsins besta laks - og nógvar spennandi og slóðbrótandi verkætlanir verða eisini framdar her á landi fyri at fáa ein so “grønan” og burðardyggan laks sum gjørligt.
(Mynd: Sverri Egholm)
Ein burðardygg alivinna er ikki longur bert eitt ynski ella ein idealisma. Mest sannlíkt fer hetta, í størri og størri mun, at verða sett sum krav frá keyparum – um ikki tað longu er soleiðis?
Í dag hátíðarhalda vit, at fyrsta føroyska tvíkiljan verður tikin í nýtslu, sum einans er el-rikin – og sum í størst møguligan mun fer at virka við grønari orku, ella rættari yvirskotsorku.
Yvirskotsorka er tøk varandi orka, ið ikki fæst til høldar á elnetinum, tí tann varandi orkuframleiðslan í løtuni er størri enn elnýtslan. Hetta fyribrigdið fara vit mest sannlíkt at síggja í árunum sum koma, nú stórar útbyggingar av vindorku verða framdar.
Fyri at tryggja, at tvíkiljan í størst møguligan mun verður lødd við hesi yvirskotsorku, hevur SEV – saman við øðrum veitarum – ment eina snilda stýriskipan, sum fer at gagnnýta hesa yvirskotsorku.
Við neyvum veðurforsøgnum hyggur skipanin fram í tíð, fyri at vita, hvussu nógv vindorka væntandi verður tøk næstu tímarnar og dagarnar - og við sokallaðari “Machine learning” dugir skipanin eisini at spáa um, hvussu samlaða elnýtslan í Føroyum verður næstu dagarnar. Útfrá hesum parametrum kann skipanin so siga, nær tað er mest skynsamt - og bíligast - at løða tvíkiljuna – og altíð tryggja, at tvíkiljan er lødd, tá arbeiðsdagurin byrjar.
Eg kann leggja aftrat, at hetta sama prinsippið er galdandi, tá tað umræður nærhitaskipanina í Leirvík – ið eisini er partur av hesi royndarverkætlan. Munurin er bert, at í staðin fyri at løða battaríir, so verða vatntangar hitaðir við yvirskotsorku, sum síðani hita hús og bygningar.
Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV saman við stjóra á Umhvørvisstovuni og stjóri á SEV (Mynd: Jan Müller)
Vit koma frá eini tíð, har elframleiðslan skuldi tillagast eftir elnýtsluni, men hyggja nú inn í eina heilt nýggja tíð, har elnýtslan í ein stóran mun má tillagast varandi orkuframleiðsluni.
Tí er júst hendan verkætlan, fyri SEV, ein sera spennandi royndarverkætlan, har vit - yvir tíð - kunnu stýra sokallaðari “fleksiblari” elnýtslu, ella tað, sum vit kalla “Flexnýtslu”, so hendan passar best í mun til framleiðsluna úr varandi orkukeldum.
Kemur hendan gløgga stýriskipanin at rigga soleiðis, sum vit bæði vænta og vóna, so er ikki óhugsandi, at aðrir “Flexnýtslu”-kundar kunnu knýtast í stýriskipanina.
Fyrst mugu vit nú síggja skipanina koyra í eina tíð, og um neyðugt gera tær tillagingar, ið skulu til, so tann tekniska loysnin virkar sum hon skal.
Spennandi verður eisini at fylgja við, nú hesin el-rikni báturin verður settur í veruligan rakstur, og vónandi verða royndirnar so góðar, at fleiri av hesum tvíkiljum verða bygdar í komandi tíðum.
Við hesum orðum fari eg, vegna SEV, at takka Umhvørvisstovuni og Bakkafrost fyri samstarvið og ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við bátinum, sum vónandi verður tykkum til stóra gleði og umhvørvinum at gagni – og at tit, ið koma at brúka bátin, í orðsins sanna týdningin, fara at fáa arbeiðsfrið – uttan óljóð frá larmandi diesel motorum segði Terji Nielsen m.a. undir hátíðarhaldinum á Mest hósdagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2022
Íløgufelagið CIP hevur í umbúna at byggja størstu vindmylnulundina til havs í heiminum nærhendis Bornholm
Kring allan heimin og her ikki minst í Evropa verður ferð av álvara sett á at menna vindorku til havs.
Hetta sæst ikki minst í londunum kring Norðsjógvin, tvs. bæði í Hálandi, Danmark, Bretlandi og Noregi. Og eisini í Føroyum verður nú eisini tosað um framtíðar vindorku til havs. Hetta nevndi leiðarin fyri orku á Umhvørvørvisstovuni Kári Mortensen í Degi og Viku nú um dagarnar. Í grannalagnum í Skotlandi og Hetlandi eru stórar vindmylnulundir til havs á tekniborðinum. Hetta eru kanska eisini tey havøkini í heiminum, og her telja Føroyar við, sum hava bestu umstøðurnar til vindorku til havs.
Men í Danmark, sum helst er tað landið í heiminum, sum leingi hevur gingið á odda at menna vindorku á landi og nú eisini til havs, eru nú ætlanir um at byggja kanska heimsins størstu vindmylnulund til havs.
Tað er íløgufyritøkan, Copenhagen Infrastructure Partners (CIP), sum ætlar at fara undir heimsins størstu flótandi vindmylnulund nærhendis Bornholm. Hon fer at liggja 41 kilometrar eystan fyri Svannike. Hon fer at fáa heitið “Bornholm Bassin Øst” og væntast at fara undir framleiðslu í 2027. Hetta skrivar Finans.dk.
Vindmylnulundin í Eystursjónum skal framleiða 1,5 gigawatt, sum er tvífalt so nógv, sum tann størsta lundin í Danmark í dag. 80 prosent av heimshøvunum eru so mikið djúp, at tað er neyðugt at brúka flótandi eindir. Higartil eru havvindmylnulundir lagdar á lágum dýpi, har myllurnar kunnu standa á havbotninum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2022
Danska orkustýrið hevur givið orkufelagnum Ineos loyvi til at fara undir olju- og gassframleiðslu á nýggjari leið
Hetta er fyrstu ferð, at slíkt loyvi verður givið til framleiðslu av olju og gassi á eini nýggjari leið í danska partinum av Norðsjónum síðani 2017.
Talan er um Solsort verkætlanina hjá Ineos, sum skal vera klár til at veita olju og gass til marknaðin í 2023. Nýggja oljuleiðin verður knýtt í Syd Arne gassleiðina, har tað so skulu gerast ymsar broytingar og útbyggingar eisini.
Í løtuni verður ein onnur gassleið, Tyra hjá TotalEnergies, gjørd klárt til framleiðslu aftur. Henda varð steðgað nøkur ár herfyri, tí tørvur var á nýútbygging og umvæling.
Talan verður um eina spildurnýggja framleiðslueind, sum skal tryggja Danmark bæði olju og gass í mong mong ár. Í sambandi við stóra tørvin á olju og serliga gassi eftir russisku innrásina í Ukraina hevur danski orkuráðharrin Dan Jørgensen sett fram ynski um, at útbyggingin av Tyra feltinum bleiv framskundað.
Danska fólkatingið samtykti herfyri lóg um at loyva olju- og gassframleiðslu fram til 2050. Um somu tíð varð avgjørt at seta forboð fyri nýggjari leiting, men hetta forboð fevnir ikki um leiðir, sum liggja uppat verandi og komandi framleiðsluleiðum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2022
Til tess at røkka 1,5 stig málinum metir norska orkufelagið, at nýtslan av fossilum brennievnum má steðga heilt, ella má fangan og goymsla av CO2 setast ístaðin innan 2050. Felagið metir, at tað gongur alt ov seint við grøna orkuskiftinum, um málini skulu røkkast
At røkka málunum í Parísavtaluni er ein óvanliga stór avbjóðing og fer at krevja, at bæði myndugleikar, ídnaðurin, íleggjarar og brúkarar halda fram við at samarbeiða og plikta seg til at vera partur av gongdini, sigur Anders Opedal, sum er samtaksstjóri í Equinor.
Hann sigur hetta í sambandi við, at Equinor júst hevur latið gera eina spildurnýggja frágreiðing um orkuútlitini í heiminum.
Orsakað av óvissu, sum m.a. stavar frá krígnum í Ukraina, arbeiðir Equinor við tveimum tíðar-scenarium, tó uttan at hesi skulu sklijast sum forsøgnir. Øðrumegin verður tosað um “múrar”, (walls), sum merkir eini gongd, ið fylgir dagins broytanartilgongd, men endar við ikki at røkka 1,5 stig málinum. Hitt er “brúgvar”, “bridges”, sum vísir, hvørjar ógvusligar broytingar skulu til fyri at røkka veðurlagsmálinum.
Í frágreiðingini verður tí tosað um eina seina men stigvísa broyting, sum eyðkennir orkuskiftið vit kenna í dag og síðani eina øking, sum er neyðug fyri at røkka veruligum broytingum, ið eru neyðugar fyri at flyta heimin á eina veruliga burðadygga leið.
Anders Opedal, samtaksstjóri í Equinor
Í tí partinum, har málið verður rokkið, sær Equinor fyri sær, at eftirspurningurin eftir olju og gassi røkkur evstamarkinum longu í 2025, og fer eftir tað at minka skjótt. Um vit fylgja hinum partinum í frágreiðingini, har verandi gongd heldur fram, uttan at málið verður rokkið, væntar Equinor, at eftirspurningurin kemur í hæddina í 2026. Hareftir fer hann at minka. Í hesum partinum kemur eftirspurningurin eftir gassi ikki í hæddina fyri enn í 2041 og fer at verða 10 prosent hægri enn dagsins støði í 2050. Broytingin gongur ikki nóg skjótt verður sagt.
Áðrenn 2050 fer øll írestandi nýtslan av fossilum brennievnum antin at minka nógv ella heilt - ella fangan og goymsla av CO2 fer at koma ístaðin. Um somu tíð verður roknað við, at eftirspurningurin eftir gassi fer at minka við einum fjórðingi við dagsins støði í 2050.
Hetta sera framsøkna málið vísir, hvussu risastórar avbjóðingar heimurin fer at hava. Tøkniliga ber til at røkka hesum, men um tað eisini letur seg gera í veruleikanum og fíggjarliga og er sølubart fyri veljararnar, tá allar avleiðingar og ábendingar eru greiðar, má so vera upp til almenna kjakið at avgera skriva greinararnir hjá Equinor m.a.
Frágreiðingin kann lesast á heimasíðuni hjá Equinor: equinor.com
Keldur: Equinor, E24
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2022
Nú HB vann 2-1 móti Víkingi á Tórsvølli í kvøld er greitt, at eingin fær KÍ aftur, og teir eru harvið meistarar
KÍ er Føroyameistari 2022.
HB vann 2-1 móti Víkingi í kvøld, og harvið er greitt, at einki lið fær KÍ aftur. KÍ hevur sosatt vunnið meistaraheitið annað árið á rað og sítt tjúgunda samanlagt.
HB - Víkingur 2-1 (1-0)
42’ Daniel Johansen 1-0 (br.)
52’ Adrian Justinussen 2-0
77’ Jákup Johansen 2-1
Fleiri myndir frá dystinum her
1. KÍ 65 stig
2. Víkingur 50 stig
3. HB 49 stig
4. B36 36 stig*
5. EB/Streymur 32 stig
6. 07 Vestur 23 stig
7. B68 21 stig*
8. NSÍ 21 stig
9. AB 21 stig
10. Skála 9 stig
*) Støðan er uppgjørd sambært avgerð í aganevnd FSF's um at B68 vinnur dystin móti B36, tá B36 setti ein spælara á vøllin, ið ikki hevði rætt at spæla. Tann avgerðin er kærd
Sverri Egholm tók myndirnar:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2022
Gott lag í Klaksvík leygarkvøldið. Tjúgunda FM-heitið í bestu mansdeildini kom í hús hóast fýra umfør resta í at spæla. Vit vóru við til FM-veitslu við Djúpumýru
Fýra umfør eru eftir at spæla í Betri deildini hjá monnum, men KÍ hevur verið so mikið suverent í ár, at longu nú, aftaná 23. umfar er leyst og liðugt.
Eingin klárar at taka KÍ við 65 stigum aftur.
Myndamaður okkara var til FM-veitslu við Djúpumýru leygarkvøldið, eftir at HB hevði vunnið á Víkingi, og tað harvið gjørdist greitt, at KÍ hevði vunnið FM annað árið á rað.
Hópurin hevur verið saman í dag og kom til Djúpumýru við lastbili um hálvgun ellivu tíðina. Gott lag var, og konfetti var eisini funnið fram.
Sverri Egholm tók myndirnar:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2022
Bæði AB og 07 Vestur fingu bjargað sær javnleikin móti endanum. Nú hava B68, NSÍ og AB øll 21 stig. 07 Vestur liggur best fyri í niðurflytingarstríðnum við 23 stigum
Úrslitini í teimum báðum dystunum í Betri deildini seinnapartin leygardagin háttaðu sær soleiðis, at altsamt meiri spenningur kemur í botnin.
07 Vestur hevur nú 23 stig, men B68, NSÍ og AB hava øll 21 stig hvør.
EB/Streymur hevði vitjan av argjamonnum, og stóran part av seinna hálvleiki bendi á, at AB fór avstað við øllum. Men eftir gott fríspark frá Niels Paula Danielsen hjá EB/Streymi var Rói Heðinsson Olsen síðsti maður á bóltinum og javnaði fyri sundalagsmenn til 1-1, sum eisini gjørdist úrslitið.
Sundalagsmenn fáa ikki brúkt eitt stig til so nógv í stríðnum við B36 um evropamilliónirnar, og hjá AB valdar helst eisini ónøgd við at tað ikki eydnaðist at hála øll trý stigini til Argir.
Í Runavík var veruligt botnbrak har 07 Vestur, sum undan hesum umfarinum lá best fyri av teimum fýra liðunum frá 6. til 9. pláss, var á vitjan hjá NSÍ. Í steðginum var 0-0, men í 76. minutti setti Klæmint Andrasson Olsen brotsspark í netið og legði heimaliðið á odda.
Mads Borchers hevur verið flúgvandi fyri 07 Vestur seinastu tíðina, og í dag tryggjað hann sínum liði eitt stig. Tað gjørdi hann í 84. minutti til stóra gleði fyri allar 07 Vestur-áskoðararnar, sum av álvara vunnu dystin uttanfyri vøllin.
EB/Streymur - AB 1-1 (0-0)
54’ Danis Zvirkic 0-1
82’ Rói Heðinsson Olsen 1-1
NSÍ - 07 Vestur 1-1 (0-0)
76’ Klæmint Andrasson Olsen 1-0 (br.)
84’ Mads Borchers 1-1
Úrslitini fríggjakvøldið:
KÍ - B68 3-0 (1-0)
29’ Páll Andrasson Klettskarð 1-0
85’ Páll Andrasson Klettskarð 2-0
90’ Jóannes Bjartalíð 3-0
B36 - Skála 5-0 (3-0)
25’ Rasmus Nissen 1-0
31’ Rasmus Nissen 2-0
36’ Michal Przybylski 3-0
52’ Hannes Agnarsson 4-0
82’ Brian Jacobsen 5-0
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2022
66-liðið megnaði tað, og nú fara Jákup Biskopstø Andreasen, Páll Klettskarð, Jóannes Bjartalíð, Árni Frederikseberg og hinir at royna at gera teimum kynstrinum eftir og vinna fleiri ár á rað
“Vit ynskja KÍ tillukku við meistaraheitinum” ljóðaði í hátalaranum á Tórsvølli leygardagin, tá dysturin millum HB og Víking var liðugur.
Úrslitið gjørdist 2-1 til HB, og sostatt var greitt, at eingin kundi taka KÍ aftur, nú bara 12 stig eru eftir at spæla um í bestu mansdeildini í fótbólti.
(Mynd: Sverri Egholm)
Hetta er tjúgundu ferð at KÍ vinnur meistaraheitið, og klaksvíkingar koma harvið upp á tvær stjørnur. Eina fyri hvørt tíggjunda meistaraheitið. Hetta er annars nakað sum HB’arar hava havt fyri seg sjálvar, men nú er tann tíðin av.
Sonevnda 66-liðið hjá KÍ var tað seinasta at vinna fleiri ár á rað fyri felagið. Tá vann KÍ føroyameistaraheitið í fimm ár á rað frá 1966 til 1970.
Um núverandi lið fer at megna at vinna fleiri ár á rað, má tíðin vísa. Klárar KÍ at halda uppá nógvar av sínum góðu leikarum, er stórur møguleiki fyri, at KÍ aftur stendur við steypinum næsta ár.
Stórur fagnaður við Djúpumýru í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Nú er landsliðssteðgur áðrenn farið verður í holt við seinasta partin av landskappingini. KÍ hevur heimavøll móti Skála í síðsta umfari, og tá fer liðskiparin Jákup Biskopstø Andreasen at taka ímóti steypinum annað árið á rað.
1942 – KÍ
1945 – KÍ
1952 – KÍ
1953 – KÍ
1954 – KÍ
1956 – KÍ
1957 – KÍ
1958 – KÍ
1961 – KÍ
1966 – KÍ
1967 – KÍ
1968 – KÍ
1969 – KÍ
1970 – KÍ
1972 – KÍ
1991 – KÍ
1999 – KÍ
2019 – KÍ
2021 – KÍ
2022 – KÍ
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2022
Nú er greitt, at skaðin, sum Hallur Hansson fekk sunnudagin, er so mikið álvarsamur, at liðskiparin ikki verður tøkur til landsdystir fyribils
– Hetta vóru tey ringastu boðini, sum eg kundi fáa. Men soleiðis er fótbóltur, og nú ræður um at hyggja fram eftir, og koma styrktur aftur, tá tann tíð kemur, sigur Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.
Tað var í dysti fyri íslendska felagið, KR Reykjavík, farna sunnudag, at Hallur Hansson mátti av vøllinum á børu.
Skanningarnar vísa nú, at knæið er so mikið skatt, at føroyski liðskiparin neyvan spælir fótbólt aftur fyrr enn um eini níggju til tólv mánaðar.
Ætlanin var, at hann skuldi vera við í dystinum í Vilnius hóskvøldið, men nú verður liðskiparin ikki tøkur á landsliðnum fyribils.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2022
Vit hava fimm stig, og vera við vissu verandi í deild C í Nations League. Litava flytur niður
Vit fingu eitt stig á LFF Stadion í litaviska høvuðsstaðnum, Vilnius, hóskvøldið. Úrslitið gjørdist 1-1.
Málini komu í fyrra hálvleiki. Jákup Biskopstø Andreasen átti síðsta høvd á bóltinum í 22. minutti eftir innlegg frá liðfelagnanum í KÍ, Jóannes Bjartalíð.
Tað tóktiskt sum at Føroyar høvdu tamarhald á dystinum, men soleiðis var ikki.
Beint fyri hálvleik høvdu litavar bóltin í føroyska málinum eftir livasamt føroyskt verjuspæl. Í fyrsta umfari varð málið ikki viðurkent, men eftir at støðan hevði verið ein túr í VAR-rúminum, varð málið dømt at vera galdandi.
(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
Í seinna hálvleiki hendi ikki so nógv, og til tíðir var føroyska liðið heldur fjálturstungið.
Føroyar hava fimm stig, og liggja nummar trý í bólkinum. Litava hevur bara eitt stig, og við einum dysti eftir, ber ikki til hjá teimum at vinna seg inn á okkum.
Síðsti dysturin í hesum umfarinum verður sunnudagin á Tórsvølli tá Turkaland er á vitjan.
Litava - Føroyar 1-1 (1-1)
22’ Jákup Biskopstø Andreasen 0-1
41’ Vykinstas Slivka 1-1
(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2022
Noah Mneney hevur fingið landsliðsboð á fyrsta sinni. Hann kemur inn í hópin fyri Hall Hansson sum er illa skaddur í knænum, og spælir ikki fótbólt í eitt ár
Ungi fuglfirðingurin á Víkingaliðnum hevur fingið landsliðsboð. Noah Mneney.
Tað veit tíðindasíðan in.fo at siga.
Noah Mneney er 19 ára gamal, og kemur inn sum miðvallaleikari fyri liðskiparan Hall Hansson, sum farna vikuskiftið í dysti fyri KR Reykjavík, fekk álvarsligan knæskaða og verður úti í eitt ár.
A-landsliðið hevur venjing á Tórsvøli seinnapartin, og tá verður hond sett á seinastu fyrireikingarnar undan dystinum sunnukvøldið móti Turkalandi.
In.fo skrivar, at Sølvi Vatnhamar, er tøkur aftur eftir leikbann, og tí verður Noah Mneney 24. maðurin í hópinum. 23 spælarar kunnu vera á dómaraseðlinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2022
Hópurin er nú úttikin til Baltic Cup hjá kvinnulandsliðnum, sum verður í Estlandi 3.-10. oktober
Eftir lokna HM undankapping, hevur A-landsliðið í fótbólti við kvinnum eina uppgávu eftir í altjóða høpi í ár.
Talan er um Baltic Cup, har Føroyar luttaka saman við baltisku londunum Estlandi, Lettlandi og Litava. Kappingin í ár verður spæld í Estlandi í døgunum 3. til 10. oktober, og hon verður skipað við hálvfinalu og finalu/dysti um 3.-4. pláss.
Við lutakasti er avgjørt, at Føroyar spæla hálvfinalu móti Lettlandi 6. oktober, og vinnarin av tí dystinum skal síðan spæla móti vinnaranum av dystinum millum Estland og Litava tríggjar dagar seinni.
Landsliðsvenjarin hevur nú úttikið hópin til kappingina, og samanborið við landsdystirnar í september, so eru tvær broytingar í hópinum.
Rakul Maria Johannesen er úti við skaða og harumframt er Ansy Sevdal Jakobsen heldur ikki tøk hesaferð.
Ístaðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir einum øðrum NSÍ miðvallara, 21 ára gomlu Rúnu Olsen, sum er úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni. Harumframt er Kára Djurhuus frá EBS/Skála eisini úttikin til Baltic Cup, og hópurin telur sostatt 21 spælarar.
Hópurin
Julia Naomi Mortensen, AaB
Ásla Johannesen, AGF
Olga Kristina Hansen, B36
Valborg Østerø, B36
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Kára Djurhuus, EBS/Skála
Rúna Jacobsen, HB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Ása Stórá Carlsen, HB
Rebekka Fjallsá Benbakoura, HB
Birita Ryan, KÍ
Hervør Hansdóttir Olsen, KÍ
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Rúna Olsen, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Maria á Lakjuni, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2022
Endamálið við samstarvinum er at menna fótbóltsumhvørvið í barna- og ungdómspartinum í báðum feløgunum, bæði á dreingja- og gentusíðuni, eins og samstarvið skal geva ungdóminum í feløgunum møguleikar fyri upplivingum umvegis fótbóltin
KÍ hevur gjørt spennandi samstarvsavtalu við eitt av leiðandi fótbóltsfeløgunum í Grønlandi, B67 Nuuk.
Endamálið við samstarvinum er at menna fótbóltsumhvørvið í barna- og ungdómspartinum í báðum feløgunum, bæði á dreingja- og gentusíðuni, eins og samstarvið skal geva ungdóminum í feløgunum møguleikar fyri upplivingum umvegis fótbóltin.
Evnaríkastu leikararnir í B67 fáa møguleikan at royna seg í KÍ akademinum, eins og á fremstu liðunum hjá KÍ. Við hesum samstarvi kunnu evnaríkastu grønlendsku leikararnir í B67, umvegis KÍ, nærkast europeiskum fótbólti.
Samstarvið fer at fevna um ungdómin á leiðslustøði við venjarafakligari sparring, upplivingar til ungdómin, og møguleiki hjá evnaríkum leikarum hjá B67 Nuuk at gerast partur av KÍ-akademinum.
- Vit hava havt eitt gott og konstruktivt samskifti við B67, og vit fegnast um, at B67 hevur kontaktað KÍ við teirra visiónum fyri felagið og teirra ungdómsúrmælingum, sigur Jonas Nielsen, akademistjóri. Hann leggur afturat, at tað fyri KÍ kennist sum eitt herðaklapp, at onnur feløg venda sær til Klaksvíkar við samstarvi og menning í huga.
- Vit eru sera fegin um samstarvsavtaluna gleða okkum til samstarvið við B67. Sum sagt, so hava okkara samrøður, og sjálv tilgongdin til avtaluna, verið gevandi. Vit vóna, at samstarvið verður gevandi og mennandi fyri grønlendsku venjararnar og leikararnar, og tí eisini fyri felagið B67 Nuuk. Vit vóna sjálvandi eisini, at søgan leiðir okkum fram til, at úrmælingarnir úr B67 Nuuk fáa eina góða uppliving og positiva menning í KÍ, og í síðsta enda fáa altjóða gjøgnumbrot við KÍ, sigur akademistjórin.
Eisini næstformaðurin í B67 er fegin um samstarvið.
- KÍ er eitt felag við spennandi mannfólka-, kvinnudeild, við europeiskari fótbóltsroyndum, eins og ein vælvirkandi akademideild, sum vit vóna at kunna spegla okkum í. Klaksvíkar Ítróttarfelag er eitt vinnandi felag, bæði á kvinnu og mannfólkasíðuni, og hevur eitt mennandi ungdómsarbeiðið við gentum og dreingjum, sum vit eisini stremba eftir, , sigur Kenneth Kleist, næstformaður í B67. Hann leggur afturat, at samstarvið er eitt frambrot fyri grønlendska felagið, tí at teirra leikarar við hesum fáa møguleikar, sum teir ikki hava havt fyrr.
B67 Nuuk er mest vinnandi felagið í Grønlandi við 13 meistaraheitum. Í løtuni eru níggju landsliðsleikarar í felagnum, og í B67 Nuuk eru tilsamans 350 leikandi limir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2022
Martin Danielsen skoraði til 26-26 tá eitt sekund var eftir, og syrgdi sosatt fyri einum stigi móti føroyameistarunum
Føroyameistararnir úr H71 hava ikki havt eina góða byrjan upp á kappingarárið. Nógvir av stóru profilunum eru farnir uttanlands at royna eydnuna, og tað sæst aftur. Grundspælið í Burn deildini byrjaði síðsta vikuskiftið, og tá vunnu vestmenningar 27-28 á H71.
Sunnudagin vóru hoyvíkingar á vitjan hjá StÍF á Skála og hóast tað stóran part av dystinum bendi á ein sigur, javnaðu strandingar í evstu løtu.
Støðan var 11-15 tá liðini fóru til hálvleiks. Hoyvíkingar førdu allan dystin, og vóru eitt skifti í seinna hálvleiki á odda við sjey málum.
Strandingar komu aftur í dystinum, og fingu í seinasta minutti møguleika at javna. Tá sjey sekund vóru eftir kundi StÍF fara í álop fyri at javna, og tað gjørdu teir eisini. Martin Danielsen skoraði í allar seinasta sekundið í dystinum til úrslitið 26-26.
Ein annar dystur varð leiktur í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum sunnudagin. Kollfirðingar vóru á vitjan í Vestmanna. VÍF var á odda 16-9 í steðginum og vann dystin 31-23.
StÍF - H71 26-26 (11-15)
VÍF - KÍF 31-23 (16-9)
1. VÍF 4 stig (2 dystir)
2. Team Klaksvík 2 stig (1 dyst)
3. Neistin 2 stig (1 dyst)
4. KÍF 2 stig (2 dystir)
5. StíF 2 stig (2 dystir)
6. H71 1 stig (2 dystir)
7. Kyndil 0 stig (2 dystir)
StÍF - VÍF (Leygardagin 24. september, 16:00)
H71 - Neistin (Sunnudagin 25. september, 16:00)
Team Klaksvík - Kyndil (Sunnudagin 25. september, 17:00)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2022
Føroya besti hondbóltsleikari hevur fyribils givið avboð til landsliðið vegna skaða
Føroya besti hondbóltsspælari, Elias Ellefsen á Skipagøtu, var ikki við, tá Hondbóltssambandið og landsliðsvenjararnir hjá monnunum, týsdagin kunngjørdu hópin, sum skal spæla komandi dystirnar í EM-undankappingini.
Orsøkin er skaði.
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur boða landsliðsvenjarunum frá, at hann ikki er tøkur fyribils. Sum skilst skal hann møguliga undir skurð fyri onkran skaða í knænum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2022
Bara ein spælari úr føroysku landskappingini er við á hondbóltslandsliðnum hesaferð. Føroyar skulu spæla tveir EM-undandystir í oktober, móti Ukreina í Týsklandi og móti Eysturríki á Hálsi
Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava í dag úttikið teir 16 leikararnir, sum skulu spæla EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki 12. og 16. oktober.
Bara ein av spælarunum, hevur sína dagligu gongd í bestu hondbóltskeppingini herheima, nevniliga Peter Krogh hjá H71.
Hópurin er hesin:
Málverjar: Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL) og Pauli Jacobsen, JS Cherbourg (FRA)
Útileikarar: Leivur Mortensen, Ajax København (DEN), Rói Berg Hansen, HØJ (DEN), Peter Krogh, H71, Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR). Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN), Pauli Mittún, Kristiansand (NOR), Óli Mittún, IK Sävehof (SWE), Kjartan Johansen, Bækkelaget (NOR), Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn (DEN), Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbolt (DEN), Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL), Rókur Akralíð, Århus HC (DEN), Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR) og Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)
Føroyska liðið savnast í Aschaffenburg í Týsklandi mánadagin 10. oktober, har liðið fer at venja saman í tveir dagar áðrenn dystin móti Ukraina mikudagin 12. oktober kl. 19, føroyska tíð.
Dysturin verður á heimavøllinum hjá týska liðnum TV Grosswallstadt, sum spælir í 2. bundesliga. Ukrainska stórliðið HC Motor Zaporizhzhia, sum telur fleiri av ukrainsku landsliðsleikarunum, spælir í løtuni í 2. bundesliguni í Týsklandi.
Ukrainska liðið er ikki fremmant. Hetta er triðja EM-undankappingin á rað, har Føroyar eru í bólki saman við Ukraina. Føroyar hava møtt Ukraina fimm ferðir og hava úrslitini verið hesi:
11. januar 2018: Ukraina – Føroyar 30-22, HM-undankapping
10. apríl 2019: Ukraina – Føroyar 31-19, EM-undankapping
13. apríl 2019: Føroyar – Ukraina 26-27, EM-undankapping
10. mars 2021: Ukraina – Føroyar 25-21, EM-undankapping
14. mars 2021: Føroyar – Ukraina 25-25, EM-undankapping
Hósdagin 13. oktober ferðast føroyska liðið til Føroyar, har liðið skal møta Eysturríki sunnudagin 16. oktober kl. 18 í Høllini á Hálsi. Atgongumerki til hendan dystin fáast á atgongumerki.fo.
Tað er langt síðani at Føroyar og Eysturríki hava spælt móti hvørøðrum. Seinast var í CHM-kappingunum í 1980 og 1984:
03. februar 1980: Føroyar – Eysturríki 18-27, C-HM
08. februar 1984: Eysturríki – Føroyar 26-19, C-HM
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. september 2022
VÍF-kvinnurnar, sum eru aftur í bestu hondbóltsdeildini, vunnu trygt á EB sunnudagin
Besta kvinnudeildin í hondbólti varð skotin í gongd síðsta vikuskiftið, og hesa vikuna hava fleiri dystir verið. Í dag leiktu VÍF og EB í Ítróttarhøllini í Vestmanna.
Tað sermerkta við hesum liðum er, at liðini undan kappingarbyrjan í fjør samstarvaðu um leikarar. Grundarlag var ikki fyri at manna lið í Vestmanna, og tí fóru leikarar at spæla við EB, sum royndi seg í bestu deildini fyri fyrstu ferð í 29 ár.
Hetta bleiv tó ongantíð veruliga til nakað, og vestmannakvinnur spældu við ymsum feløgum kappingarárið í fjør. Í ár er øðrvísi, tí nú ber til at manna lið úr Vestmanna, og sunnudagin fingu tær sín fyrsta sigur við 29-24 sigri á EB.
Leygardagin var Stjørnan á vitjan hjá VB í Vági og vann stórt, 38-24.
Hósdagin vórðu tveir dystir leiktir. Grannauppgerð var í Høllini á Hálsi, og hesaferð vóru tað tær grønu, sum drógu longra stráðið og vunnu 25-22. H71-kvinnur sum síðsta kappingarár vunnu sítt fyrsta meistarahetið vóru á vitjan á Skála. Har var eingin ivi, og H71 vann 39-18 móti StÍF.
VÍF - EB 29-24 (14-7)
VB - Stjørnan 24-38 (14-20)
StÍF - H71 18-39 (12-19)
Kyndil - Neistin 25-22 (8-10)
1. H71 4 stig
2. Stjørnan 4 stig
3. Kyndil 4 stig
4. Neistin 2 stig
5. VÍF 2 stig
6. VB 0 stig
7. EB 0 stig
8. StÍF 0 stig
Leygardagin kl. 13.30 EB - VB í høllini á Eiði
Lgardagin kl. 14: StÍF - VÍF í høllini á Skála
Leygardagin kl. 18: H71 - Neistin í Hoyvíkshøllini
Sunnudagin kl. 15: Stjørnan - Kyndil í KÍ-høllini
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2022
Maša Varajic spælir við EB restina av kappingarárinum
EB hevur gjørt leiguavtalu við RK Trebjesa Niksic um at Maša Varajic spælir við EB restina av kappingarár.
Hesum boðar Eiðis Bóltsfelag frá á heimasíðuni.
Maša er 21 ára gomul, hon kemur úr býnum Niksic Montenegro, hon hevur spælt við RK Trebjesa síðan hon var 10 ára gomul. Seinastu árini í bestu kvinnudeildin í Montenegro.
Umframt at spæla fer hon at venja gentulið í vetur.
- Vit í EB eru glað um at hava fingið Maša í hópin og eru vís í at hon kemur at styrkja væl um okkara unga hóp.
EB hevur higartil leikt tveir dystir í SMS deildini í ár, og hevur tapt báðar. Í morgin er klokkan 13:30 VB á vitjan á Eiði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. september 2022
Magnus Carlsen og Hans Niemann kunnu hittast aftur, um tað eydnast báðum at spæla seg í finaluna í Julius Baer Generation Cup
Norski telvarin, Magnus Carlsen, vil enn ikki greiða nærri frá, hvat tað er, sum er á vási millum hann og amerikanska telvaran, Hans Niemann.
Magnus Carlsen hevur fyri fyrstu ferð svarað spurningum viðvíkjandi seinastu talvunum teirra millum, sum veruliga hava skapt yvirskriftir í altjóða miðlum. Hetta hendi mikudagin.
Norska talvstjørnan tveitti eina bumbu, tá hann fyri tveimum vikum síðan tók seg úr kappingini, Sinquefield Cup, eftir at hann sera óvæntað tapti móti unga amerikanaranum, Hans Niemann.
Seinni legði hann eitt gamalt videobrot út á sosialu miðlarnar, sum vísir fótbóltsvenjaran José Mourinho, har hann sigur: “Um eg sigi nakað, so fái eg trupulleikar”.
Hetta hevur skakað talvheimin, og mong eru av teirri sannføring, at Carlsen við hesum sipar til, at Niemann snýtti í talvinum. Hetta vil norðmaðurin tó ikki siga nakað um, enn.
- Eg kann tíverri ikki siga nakað um tað, men fólk kunnu gera sínar egnu niðurstøður, og tað hava tey gjørt, segði hann sambært VG og talvmiðlinum Chess24.
- Eg má viðganga, at eg havi stóra virðing fyri spælinum hjá Niemann, og eg havi eisini virðing fyri mentori hansara, Maxim Dlugy, ið má hava gjørt eitt gott arbeiði, legði Magnus Carlsen afturat.
Mánadagin hittust Carlsen og Niemann aftur, hesaferð í einum talvi á netinum. Og her fór Carlsen við øllum uppmerkseminum, tí hann eftir fyrsta leik valdi at slíta videosambandið og gavst.
Magnus er greiður yvir, at hann hevur skapt eina umstrídda støðu.
- Eg veit væl, at núverandi støðan er óheppin, sigur hann við VG og leggur afturat, at hann fer at úttala seg nærri, tá núverandi kappingin, Julius Baer Generation Cup, er liðug.
Carlsen og Niemann hittast aftur, um báðir megna at spæla seg fram til finaluna í kappingini. Í løtuni eru teir komnir fram til fjórðingsfinalurnar.
Hans Niemann hevur ferð eftir ferð víst aftur, at hann skuldi havt snýtt í Sinquefield Cup, tá Carlsen valdi at taka seg úr kappingini. Evsti dómarin í kappingini hevur heldur ikki funnið tekin um, at tað ikki varð telvað eftir reglunum, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2022
Opið hús verður seinnapartin sunnudagin
Bridgefeløgini í Havn hava í longri tíð arbeitt við at fáa eitt nýtt bridgehús, tí tað gamla bridgehúsið, fyrrverandi HB-húsið, skuldi takast niður.
Feløgini hava fingið stuðul frá Tórshavnar kommunu, sum keypti gamla húsið og leigaði feløgunum annað stykki at byggja á, skamt frá gamla húsinum.
Byggifelagið Articon hevur staðið fyri arbeiðinum, sum byrjaði januar í ár við at planera stykkið. Síðani byrjaðu teir at seta upp formar, og nú 15. september stendur tað liðugt.
Opið hús verður í nýggja húsinum í morgin, sunnudagin millum kl. 14 og 15. Er áhugi at spæla bridge, er møguleiki til tað frá klokkan 15 til 18.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. september 2022
-
Hesi verða fermd í Hoyvíkar kirkju sunnudagin 25. september
Prestur: Theodor Eli Dam Olsen
Anna Mouritsen, Einarsgøta 7. Opið hús frá kl. 17.
Bjarta Signarsdóttir, Við Myllutjørn 41. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17.30.
Rannvá Fjallstein Dam, Jørundargøta 23. Opið hús frá kl. 17.
Ronja Ranadóttir Danielsen, Dýrindalsgøta 18. Dagurin verður hildin í Øksnagerði 1, opið hús frá kl 16.
Tanja Abelsen Andresen, Bertugøta 5. Dagurin verður hildin í B36-húsinum frá kl. 16.30.
Andrias Marius Weihe Thomassen, Garðavegur 3.
Bartal Fjallstein Dam, Jørundargøta 23. Opið hús frá kl. 17.
Bárður Sondum Maritugøta 8. Dagurin verður hildin í Kiwanis, Jøkulstræti 4, Tórshavn frá kl. 16.
Beinir Eið Eliasen, Einarsgøta 5. Dagurin verður hildin í Starvsfelagnum, J.H. Schrøtersgøta 9, Tórshavn frá kl. 16.30
Daniel Fríði Odsson Hentze, Millum Gilja 83. Dagurin verður hildin í Føroya Arbeiðarafelagi, Stoffalág 17, Tórshavn, frá kl. 17.
Dávid Høgnason Viderø, Millum Gilja 20. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17.
Eyðun Pól Jens Johnsson Høgenni, Niðaragøta 16. Dagurin verður hildin í Kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju frá kl. 16.
Heini Fríðason Berthelsen, Maritugøta 87. Dagurin verður hildin í Havnar Handverkarafelagi, Stoffalág 60, frá kl. 15.
Hjalti Zachariasen, Sundsvegur 32. Opið hús frá kl. 15.
Ingálvur Eydnuson Lamhauge, Niðaragøta 7. Opið hús frá kl. 17.
Liam Herup Olsen, Gortrugøta 20. Opið hús á loftinum í Skeiva Pakkhúsi frá kl.16.
Magnus Sonni Kelduberg, Ovaragøta 56. Opið hús frá kl. 17.
Ólavur Nolsø Gaardbo, Maritugøta 115. Opið hús í Tórshavnar Bátafelagi frá kl. 17.
Ragnar Heinason, Ólivantsgøta 28. Opið hús frá kl.15.
Rúni Janusarson Joensen, Bertugøta 9. Opið hús í Hoyvíkshølluni frá kl. 17.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. september 2022
--
Hesi verða ferm í Kirkjubøar kirkju sunnudagin 25. september kl. 11:
Prestur: Bergur D. Joensen
Fríði Eyðfinnsson, í Geilini 5, 175 Kirkjubøur. Dagurin hildin í Geilini 13 frá kl. 16.
Lükka Maria Patursson, Bergsvegur 9, Tórshavn. Dagurin hildin í AB-húsinum frá kl. 15.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. september 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald