Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 01. oktober 2022 | Nr. 40 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

SMS-samtakið er ársins virki

SíÐa 3

1 Leygardagur 01. oktober 2022

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Stolið land

Tað er sum um gerandisligar avbjóðingar, so sum at fáa eina fíggjarlóg at javnviga, læknatrot, hækkandi oljuprísir og minkandi virði á krónum og partabrøvum gerast óviðkomandi í hesum tíðum, nú vit veruliga merkja hóttanirnar frá stórveldinum fyri eystan. Landinum, sum vit ikki tora at boykotta fullkomiliga av ótta fyri, at nakrar reiðarífyritøkur, sum hava gjørt stórar íløgur í Barentshavsflotan, fara at geva ilt av sær, um vit uppsiga fiskiveiðiavtaluna landanna millum.

Í gjár hendi tað, sum var væntað, eftir seinastu hendingarnar á og nærhendis vígvøllirnar har eysturi í Ukraina.

Sokallaðu fólkaatkvøðurnar í fýra ukrainskum landspørtum har nærum hundrað prosent tóku undir við, at økini vórðu innlimað í russiska stórríkið, vórðu staðfestar í Moskva.

Donetsk, Luhansk, Zaporizjzja og Kherson eru nú russisk økir, boðaði Putin forseti frá við vælsignilsi av øllum ráðandi stovnum í og rundan um Kreml. Putin hevur talað, og orð Putins eru lóg.

Teir síggja eisini vælnøgdir út á myndini heryvir, Putin og lokalu valdsharrar hansara, Vladimir Saldo úr Kherson, Yevhen Balitskij frá Zaporizjzja, Denis Pushilin úr Kherson og Leonid Pashechnik úr Luhansk, allir umboðandi russisku separatistarnar í hesum ukrainsku landslutunum.

Teir fegnast um, at nú fer russiski stórherurin at verja hesar fýra stolnu landslutirnar, sum vóru teir russiskt øki. Í síni stórlætisøði loyvir Putin sær at kalla hesa annektering fyri byrjanina av einum nýggjum Stórrusslandi, og tað tykist ikki at vera nakar, sum megnar at forða honum í at halda fram við hesum ørskapi.

Eisini hóttir hann beinleiðis við at brúka hópoyðileggjandi kjarnorkuvápn til tess at staðfesta sína styrki og ræða fíggindanum frá at seta honum forðingar í vegin. Sum skilst, so dróg Putin sammetingar við støðuna í 1945, tá amerikanarar valdu at sleppa fyrst einari kjarnorkubumbu og síðan einari afturat yvir japanskar býir fyri at fáa keisarans her at støðga við sínum krígshandlingum.

Hetta verður av góðum grundum ikki fatað øðrvísi enn, at Putin umhugsar at sleppa eini kjarnorkubumbu og drepa nakrar milliónir fólk, um ukrainar við vesturlendskari hjálp nú royna at taka hesar annekteraðu ukrainsku landslutirnar aftur.

Av sonnum ein ræðandi tanki, sum ikki er til at fata. Og hvar fer bumban at bresta? Allur heimurin er í skotmála, tá um slík vápn ræður.

Hin hendingin hesa vikuna, sum verður knýtt at Russlandi, er lekarnir á gassleiðingunum í Eystrasalti.

Hetta verður av nógvum rópt russiskur yvirgangur, men tað er framvegis ikki til at skilja hví Russland skuldi staðið aftan fyri hesa sabotasjuna, tá tað ikkigevur meining yvirhøvur, at Russland skuldi oyðilagt egið infrakervi, um ein so skal siga.

Tað er jú russiskt gass, sum er í leiðingunum, og tað eru russar sjálvir, sum gera av, um gass skal vera í rørunum. Vilja teir forða gassveitingini til Evropa, so skrúva teir bara fyri kranunum heima hjá sær sjálvum. Hví skuldu teir sent kavbátar niður fyri at bomba hol á? Tað gevur ikki meining. Serliga ikki, tá tað annars eru amerikanarar, sum í hvøssum vendingum hava hótt við at oyðileggja rørini, um Russland leyp á Ukraina.

Vónandi fáa tey greiðu á henda spurningin sum skjótast. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3882

    Lisnar síður: 14133

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 01. oktober 2022

12 milliónir í avlopi og lætti til familjuna

Skattalætti, hægri barnafrádráttur, eyka flokkur av námsfrøðilesandi og fleiri serlæknar. Tað eru nakrar av raðfestingunum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023, sum er lagt fyri tingið

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, leggur fíggjarlógina fram (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Familja og heilsa eru millum týðandi raðfestingarnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023, sum Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fyri løgtingið í dag. Hendan fíggjarlógin er tann seinasta í hesum valskeiðnum. 

Skattur niður og barnafrádráttur upp 
Saman við fíggjarlógaruppskotinum er eitt uppskot um skattalætta, har barnafrádrátturin hækkar, og skattastigini verða broytt. Barnafrádrátturin hækkar 1.500 kr. fyri børn 7-17 ár og 2.000 kr. fyri børn undir skúlaaldur.  

Hækkaði barnafrádrátturin og broyttu skattastigini hava við sær, at ein familja við tveimum smábørnum, har foreldrini forvinna 30.000 kr. í part um mánaðin, fer at fáa 10.000 krónur meira at liva fyri um árið.  

Skattalættin er mettur at kosta 70 mió. krónur og verður fíggjaður við at dagføra tøkugjaldið í alivinnuni. 

Fleiri námsfrøðilesandi 
Við fíggjarlógaruppskotinum leggur landsstýrið dent á framtíðar vøkstur og at útbyggja samfelagið. Eftir tilmæli frá Vakstrarforum verður útflutningsráð, Export Faroe Islands, sett á stovn og framhaldandi menning av Talgildu Føroyum. Eisini eru pengar settir av til ferðavinnuhagtøl og at menna vinnuferðavinnu í Føroyum.  

Harumframt verður ein eyka flokkur av námsfrøðilesandi tikin inn á Fróðskaparsetrinum, og gongd skal setast á ætlanina at umvæla Venjingarskúlan til kampus.

Serlæknar og sálarfrøðilig hjálp 
Landsstýrið raðfestir fleiri viðurskifti innan heilsu í uppskotinum. Pengar verða settir av til at útvega fleiri læknar, bæði kommunulæknar, serlæknar og til útbúgving av yngri læknum. Eisini fara pengar til bráðfeingis sálarfrøðiliga hjálp og til at fremja fleiri átøk í nýggju krabbameinsætlanini. 

Pengar verða eisini játtaðir til ein stovn í Suðuroy til seinheilaskadd og frítíðartilboð til m.a. børn við autismu.  

Á grøna økinum verður stuðul veittur til at taka gamlar oljufýringar niður, og skipanin við mvg-afturbering og frítøku fyri skrásetingargjald á elbilar heldur fram í tvey ár. 

Avbjóðingar og avlop 
Fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 verður mett at hava 12,4 mió. kr. í avlopi. Í ár verður avlopið mett til 37 mió. krónur, vísa nýggjastu metingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum. Í fjør var avlopið 138 mió. krónur, og sostatt hevur avlop verið á fíggjarlógini, síðan landið varð rakt av koronu í 2020.  

Kríggið í Ukraina, prísvøkstur og rentuhækkingar hava ávirkað útlitini fyri búskaparvøkstri næstu 1-2 árini. Landsstýrið rekur við hesum fíggjarlógaruppskotinum ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og leggur upp fyri avbjóðingunum fyri framman. Fíggjarmálaráðið metir, at føroyski búskapurin sum heild er væl fyri at handfara eitt tíðarskeið við lægri búskaparvøkstri.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2022

3 Leygardagur 01. oktober 2022

SMS-samtakið er ársins virki

SMS-samtakið varð kosið ársins virki 2022 á Vinnudegnum í gjár

Dánjal Jespersen og Durita Nolsøe tóku ímóti heiðrinum "Ársins virki" (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vinnudagurin hjá Vinnuhúsinum var í gjár í Norðurlandahúsinum, og seinnapartin var stóra løtan, tá ársins virki skuldi avdúkast.

Góðu fíggjarligu úrslitini og atliti til sosiala og umhvørvisliga burðardygd eru høvuðsorsøkin til, at ein samd dómsnevnd hevur valt Pf. SMS sum Ársins Virki 2022

Virksemið ið byrjaði í 1977, og fyri fimtan árum tók annað ættarlið við, tá ið sonurin tók við sum stjóri eftir pápan, og har hevur hann útivið 700 fólk á lønarlistanum, svarandi til 275 ársverk. Har arbeiða skúlaungdómar, handilsfólk, handverkarar, bakarar, kokkar og slaktarar.

[object Object]
Stjórin, Niels Mortensen, var burturstaddur, men hevði kortini eina takkarrøðu á skíggjanum (Mynd: Sverri Egholm)

Dómsnevndin segði m.a. soleiðis í grundgevingini:

"Tað kann vera langt úr Føroyum út í heim. Tað er ein av fortreytunum fyri at liva og virka avbyrgt úti í Norðuratlantshavinum. Hættar tú tær hinvegin at hugsa stórt, kennir rákið í tíðini, dugir at taka við útlendskum íblástri, og samstundis halda fast um føroyska upprunan og eyðkenni, kanst tú bróta upp úr nýggjum og toga útheimin nærri Føroyum og føroyingum. Tað krevur treiskni, hegni og vítt útsýni...

...Í 1977 vuksu Føroyar - bókstaviliga. Fiskimarkið var flutt út á 200 fjórðingar, og tað kollvelti veiðumynstrið hjá føroyingum. Samstundis vaks sjónarringurin hjá føroyingum eisini. Ein orsøk var, at í einum føroyskum bygningi var portur latið upp til fremmand lond og fremmandar marknaðir.

Høgt til loftið og vítt til veggja, siga vit, tá ið tað er nógv og gott rúm inni. Í fluttari merking er tað eisini at vera savnandi og duga at fevna øllum. Øllum tørvum og øllum aldursbólkum. Børnunum, ungdóminum, foreldrunum, ommunum og abbunum.

Ársins virki megnar bæði. At fevna øllum og toga útheimin nærri Føroyum. So at siga allir føroyingar hava okkurt tilknýti til fyritøkuna. Ikki bara tað, vit hava keypt, men eisini eitt minni ella onkra uppliving.

Stavnhaldið hevur allatíðina verið at hugsa og tillaga rembingarnar úti í heimi sum ein samrunnan part av føroyskum vinnulívi. Tað er av somu orsøk einki løgið í, at virkið gerst støðugt meira grønt og kýtir seg fyri at vísa størri fyrilit fyri umhvørvinum. Arbeitt verður miðvíst við at avmarka spill, og gomlu køliskiparnir verða skiftar út í stigum. Seinastu árini eru partar av virkseminum eisini knýtt upp í fjarhita, jarðhita og sjóhita.

Vit vita, at í Føroyum kann vera torført at broyta gamlar siðir, men onkur skal gera tað. Fyritøkan er eisini síðan fyrsta dagin farin upp trappurnar og hevur samstundis hugt frameftir og uppeftir. Góða rákgongdin sæst aftur í teimum árligum roknskaparritunum. Drívmegin hevur verið, at onkur noyðist út um trøðna – út um teir miklu og tryggu garðarnar í Føroyum – fyri at fáa greiðu á, hvørjar perlur goyma seg har. Tú veitst tað kanska ikki, men í Havn fóru tey also at drekka caffe latte fyri 40 árum síðan...

...Høvuðsbygningurin – sermerkti neystakendi bygningurin - er trífaldaður í vavi, síðan dyrnar lótu upp í 1977, og virksemið er við tíðini vaksið út um bæði húsið og býin. Kring alt landið eru handlar, sum samtakið eigur og rekur, og tað eru nú okkurt um 85 túsund kundar, ið keypa gerandisvørur frá samtakinum um vikuna.

Fyri fimtan árum tók annað ættarlið við, tá ið sonurin tók við sum stjóri eftir pápan, og har hevur hann útivið 700 fólk á lønarlistanum, svarandi til 275 ársverk. Har arbeiða skúlaungdómar, handilsfólk, handverkarar, bakarar, kokkar og slaktarar.

Samtakið eigur og rekur í alt 13 handlar, sum selja húsarhaldsvørur. Samtakið eigur eisini fimm matstovur, umframt at vera partaeigari í venjingarmiðstøð og øðrum handlum...

...Góðu fíggjarligu úrslitini og atliti til sosiala og umhvørvisliga burðardygd eru høvuðsorsøkin til, at ein samd dómsnevnd hevur valt P/F SMS sum Ársins Virki 2022."

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2022

4 Leygardagur 01. oktober 2022

Trom ársins átak á Vinnudegnum

Stórfingna filmsverkætlanin Trom fekk stóran heiður á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum

Jón Hammer og Torfinnur Jákupsson (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Krimisendirøðin Trom var í gjár heiðrað á Vinnudegnum, sum var í Norðurlandahúsinum.

Stórfingna filmsverkætlanin varð kosin ársins vinnuátak 2022.

Torfinnur Jákupsson, rithøvundur, og Jón Hammer, framleiðari, tóku ímóti stóra heiðrinum.

Millum tey sum hava fingið heiðurin ársins átak seinastu árini eru Thetis, FÖRKA, FabLab, hiking.fo og Sheep View.

Í grundgevingini at kjósa Trom ársins vinnuátak, segði dómsnevndin millum annað:

"...Leingi var eitt stórt og ov lítið troytt tilfeingi í teimum skapandi vinnunum, men nú hendir nakað. Fleiri hugskot verða til veruleika, sum fáa meira burtur úr stóra tilfeinginum, sum vit eiga í Føroyum. Skapandi vinnur eru vinnur, sum hava eitt mentanarligt og skapandi grundarlag. Rávøran er eginleikin at hugsa, skapa og endurskapa. Í teimum skapandi vinnunum ganga list, mentan, tøkni og vinna saman, sum í síni heild kunnu vaksa um føroyska búskapin, menna føroyska mentan og styrkja okkara samleika

Góðu hugskotini spretta allastaðni og allatíð. Hugskotið til ársins vinnuátak birtist brádliga í knokkinum á einum 16 ára gomlum dreingi, einum íverkseta, sum stóð við flakalinjuna á fiskavirkinum í Norðagøtu fyri nógvum árum síðan. Tað gingu meira enn 10 ár, áðrenn hugskotið var so mikið búgvið, at hann fór at ráðføra seg og samstarva við onnur um at fullføra verkætlanina...

...Tað hevur leingi verið greitt fyri øllum, at við røttu kørmunum kunnu Føroyar mennast í stórum sum filmsland. Bæði føroyskir leikstjórar og sjónleikarar fáa við stuttfilmum og spælifilmum viðurkenning úti í heimi. Ávirkanin av filmsverkætlanunum út í samfelagið er eisini stór...

...Føroysk filmsvinna rakk hæddini í vetur, tá føroysk filmsverkætlan var ferðabúgvin og tveitti seg av tromini við okkara higartil størstu filmsframleiðslu. Fleiri av okkara bestu fólkum – søguskrivarar, filmsframleiðarar, fotografar, ljóðfólk og sjónleikarar – vóru bulurin, tá føroysk skaldsøgurøð var samanskrivað og pallsett sum sjónvarpsrøð við góðum stuðli úr útlondum.

Føroyskt drama kom á heimskortið. Viðurkendar stroymingartænastur og sjónvarpsrásir hava keypt rættindini at vísa sjónvarpsrøðuna, sum eisini hevur verið í uppskoti til viðurkendar virðislønir. Søgurnar um váttliga journalistin Hannis Martinsson, sum føroyskur rithøvundur upprunaliga skrivaði á føroyskum til ein føroyskan lesaraskara, eru við góðum úrsliti fluttar á stóru løriftini úti í heimi.

Hugsa, skapa og endurskapa. Og sum áhaldnu ábyrgdarmenninir siga, so er hetta frambrotið bara byrjanin. Filmsvinnan roynir nú at finna flogið.

Ein samd dómsnevnd hevur valt sjónvarpsrøðina TROM sum árisins vinnuátak."

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2022

5

Størv

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024
6 Leygardagur 01. oktober 2022

Landsstýrið fordømir Russland

Fólkaatkvøðurnar, sum Russland hevur skipað fyri fyri hertiknu økjunu eru ólógligar, og úrslitini kunnu undir ongum umstøðum metast at vera í samsvari við viljan hjá fólkinum í økjunum, sigur Jenis av Rana í fráboðan

Jenis av Rana (Mynd. EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroya landsstýri fordømir harðliga Russland fyri royndina at innlima hertiknu ukrainsku landslutirnar Donetsk, Luhansk, Kherson og Zaporizhzhia.

Tað stendur í fráboðan frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í gjár.

- Sonevndu fólkaatkvøðurnar, ið Russland hevur skipað fyri í hertiknu økjunum, eru ólógligar, og úrslitini kunnu undir ongum umstøðum metast at vera í samsvari við viljan hjá fólkinum í økjunum.

- Tað er greitt brot á altjóða lóg og ásetingarnar í Stovningarsáttmála Sameindu tjóða, at eitt land innlimar partar av einum øðrum landi við hertøku og valdsnýtslu. Innliman Russlands av hertiknu landslutunum er sostatt ólóglig sambært altjóða lóg og uttan rættarvirknað, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2022

7 Leygardagur 01. oktober 2022

Nú skal kommunulæknaskipanin raðfestast

Fólkavøksturin hevur verið stórur í Føroyum seinastu árini. Hetta hevur við sær, at talið av persónum, sum eru knýttir at ávísum viðtalum kring landið, er økt so nógv, at grundarlag er fyri at seta fleiri kommunulæknar í starv í ávísum økjum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað er eingin loyna, at stórt trýst er á kommunulæknaskipanina í Føroyum. Hóast talið av kommunulæknum í føstum starvi er økt tey seinnu árini, eru framvegis fleiri viðtalur mannaðar við avloysarum. Men nú hevur Landsstýrið valt at fremja fleiri raðfestingar á hesum økinum í 2023.

Tríggjar nýggjar kommunulæknaviðtalur
Fólkavøksturin hevur verið stórur í Føroyum seinastu árini. Hetta hevur við sær, at talið av persónum, sum eru knýttir at ávísum viðtalum kring landið, er økt so nógv, at grundarlag er fyri at seta fleiri kommunulæknar í starv í ávísum økjum. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, hevur tí gjørt av, at fleiri kommunulæknaviðtalur skulu setast á stovn komandi ár. Eftir ætlan verður ein nýggj kommunulæknaviðtala í Fuglafjarðar læknadømi, ein í Norðoyar læknadømi og ein í Suðurstreymoyar læknadømi.

- Eg fari at gera alt fyri, at vit fáa eina so góða kommunulæknaskipan sum gjørligt. Tað er sera umráðandi, at allir borgarar í landinum hava líka góða atgongd til ein kommunulækna. Vísir tað seg, at tað er okkurt í vegin við skipanini, so má skipanin broytast – allir borgarar í Føroyum skulu tryggjast góða tænastu og javnbjóðis atgongd, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Menningarætlan fyri kommunulæknaskipanina
Nú er tíðin komin at gera eina menningarætlan fyri kommunulæknaskipanina. Tí fer landsstýrismaðurin í næstum at taka málið upp við Trivnaðarnevndina fyri Løgtingið umframt umboð fyri andstøðuflokkarnar. Er politisk semja um at endurskoða kommunulæknaskipanina, fer landsstýrismaðurin at arbeiða miðvíst við at gera eina menningarætlan fyri kommunulæknaskipanina í komandi ári.

Læknavaktin varð eftirmett fyrr í ár, og partarnir – sum eru Heilsumálaráðið, Heilsutrygd, Sjúkrahúsverkið og Kommunulæknafelag Føroyar – eru samdir um, hvussu læknavaktin skal skipast frameftir. Nýggja semjan um skipan av læknavaktini kann verksetast, tá ið Fíggjarmálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya eru samd um sáttmálaviðurskiftini.

Vænta góða tilgongd av nýggjum kommunulæknum komandi árini
Sum nevnt, eru framvegis fleiri kommunulæknaviðtalur í Føroyum mannaðar við avloysarum. Men tað eru góð útlit viðvíkjandi tilgongdini við kommunulæknum. Fleiri læknar eru í løtuni undir høvuðsútbúgving í almennum medisini, tað vil siga undir útbúgving til kommunulækna.

Í løtuni eru tilsamans 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna, væntandi verða trý liðug komandi ár, tvey í 2024, trý í 2025, tvey í 2026 og ein í 2027.

Í meðal eru 10 læknar undir útbúgving til kommunulækna í senn, tvey nýggj høvuðsútbúgvingarstørv verða sett um árið, og í meðal verða tveir læknar lidnir við útbúgvingina til kommunulækna um árið. Seinnu árini hevur tilgongdin av læknum verið støðug, og tað hevur eydnast at seta flestu høvuðsútbúgvingarstørvini, sum hava verið lýst leys.

1. mars í ár vóru 20 ár síðan útbúgvingarskipanin varð sett í verk, tá høvdu tilsamans 33 læknar lokið høvuðsútbúgvingina. Tilgongdin av læknum er voksin nógv seinastu árini, og talið av føroyingum, sum lesa læknafrøði, er somuleiðis hækkað nógv seinnu árini.

Landsstýrismaðurin fegnast um góðu útlitini til framhaldandi støðuga tilgongd av kommunulæknum.

Tíðindaskriv frá Heilsumálaráðnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2022

8 Leygardagur 01. oktober 2022

123 milliónir til viðgerð og gransking innan diabetes og endokrinologi

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, hevur undirskrivað 10 ára samstarvsavtalu við Novo Nordisk Fonden, um at styrkja viðgerð og gransking innan diabetes og endokrinologi, og at seta á stovn eina Steno Miðstøð í Føroyum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Stór samkoma var á Hotel Føroyum mánadagin í sambandi við, at avtalurnar vórðu undirskrivaðar. Tað vóru Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum og Martin Ridderstråle, Senior Vice President í Novo Nordisk Fonden, sum skrivaðu undir avtalurnar.

– At Steno Miðstøðin nú verður sett á stovn í Føroyum, er eitt stórt framstig og fer at tryggja at viðgerð, tvørgeiraligt samstarv og gransking innan diabetes og endokrinologi í Føroyum framhaldandi verða ment, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Føroysk Steno Miðstøð

Novo Nordisk Fonden er ein vinnugrunnur, sum stuðlar vísindaligum, humaniterum og samfelagsgagnligum málum. Endamálið hjá Novo Nordisk Fonden er at styrkja fólkaheilsu og burðardygd í samfelagnum og á klótuni. Stuðul frá Novo Nordisk Fonden verður tillutaður, sum ein treytaleys játtan.

Søguliga hevur grunnurin stuðla Steno Diabetes Center í Gentofte, og seinastu seks árini eru samstarvsavtalur gjørdar við allar regiónirnar í Danmark og við sjálvstýrið í Grønlandi, um at seta diabetes miðstøðir á stovn. Á donsku diabetes miðstøðunum er høvuðsdenturin lagdur á diabetes, meðan føroyska miðstøðin fer at fevna um allar endokrinologiskar sjúkur. Diabetes er ein endokrinologisk sjúka. Nýggja føroyska miðstøðin eitur Steno Miðstøðin og á donskum Steno Diabetes Center Færøerne (SDCF).

Steno Miðstøðin verður skipað sum partur av Medisinska Deplinum. Ein nevnd við fimm limum verður sett at hava yvirskipaðu ábyrgdina av Steno Miðstøðini. Í henni verður aðalstjórin í Heilsumálaráðnum forfólk, og hinir limirnir vera forstjórin og læknaligi varastjórin í Sjúkrahúsverkinum, stjórin í Heilsutrygd og eitt umboð, sum Novo Nordisk Fonden velur.

Leiðslan á Medisinska Deplinum verður leiðsla á Steno Miðstøðini.

– Eg fegnist um, at Føroyar verður ein partur at Steno-felagsskapinum saman við seks øðrum miðstøðum – fimm miðstøðir í donsku regiónunum og ein miðstøð í Grønlandi. Grundarlagið undir steno miðstøðunum er alment-privat samstarv, sum hevði sín uppruna í 1932. Allar miðstøðirnar hava til endamáls at fyribyrgja diabetes og betra lívsgóðskuna og livialdurin hjá persónum við diabetes. Í Føroyum er hetta galdandi fyri persónar við øllum endokrinologiskum sjúkum. Tað verður áhugavert at fylgja góðskumenningini í viðgerðini í Føroyum, sigur Martin Ridderstråle.

Viðgerð og gransking

Yvirskipað verður dentur lagdur á at bjóða viðgerð fyri diabetes og aðrar endokrinologiskar sjúkur, sum er tillagað tørv og sjúkueyðkenni hjá tí einstaka sjúklinginum.

Í virkisætlanini fyri samstarvið um Steno Miðstøðina, eru neyvar lýsingar av viðgerðartilboðum og fyribyrgingarátøkum, sum Steno Miðstøðin skal bjóða tey fyrstu árini. Eitt tvørgeiraligt samstarv um góðskueftirlit og menning skal tryggja javnbjóðis tilboð til allar føroyingar við diabetes ella øðrum endokrinologiskum sjúkum.

Roknað verður við, at okkurt um 250 føroyingar hava diabetes typu 1, og at okkurt um 2.700 hava diabetes typu 2.

Í Steno Miðstøðini skulu vera hølir til viðgerð, kliniska gransking og umsiting. Granskingarhølini skulu kunna brúkast av øllum heilsugranskarum og ikki bara til gransking í endokrinologiskum sjúkum. Granskingin á Steno Miðstøðini fer bygnaðarliga at hoyra undir nýggju føroysku Heilsugranskingareindina, sum verður stovnað á nýggjárinum.

Hølini verða væntandi klár at taka í nýtslu í 2026. Til tá fer virksemið hjá Steno Miðstøðini at húsast í hølunum hjá diabetes og endokrinologi á Landssjúkrahúsinum og øðrum hølum, sum eru til taks har.

Tvørgeiraligt samstarv og førleikamenning

Gransking og miðvís viðgerð av sjúklingum verður staðsett á sjálvari Steno Miðstøðini, men í virkisætlanini verður dentur lagdur á at uppstiga viðgerð og fyribyrging av diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum á øllum mótum. Í dag taka kommunulæknarnir sær í høvuðsheitum av at viðgera sjúklingar við diabetes typu 2, og tí skulu orka og pengar millum annað eisini brúkast uppá at uppstiga tann partin, serliga førleikamenning í kommunulæknaskipanini.

Viðvíkjandi diabetes 2 skal serligur dentur leggjast á at fyribyrgja og at staðfesta sjúkutekin tíðliga, so til dømis broyttur liviháttur kann forða fyri, at ein persónur við byrjandi sjúkueyðkennum fær sjúkuna. Her er millum annað at førleikamenna heilsu- og kostráðgevingina ein týðandi partur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2022

9 Leygardagur 01. oktober 2022

Eftirlønarútgjaldið verður 6.070 krónur komandi ár

Stýrið fyri AMEG hevur samtykt at hækka eftirlønina við 1,9 prosentum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 115 krónum um mánaðin frá 1. januar 2023.

Tað svarar til eina hækking á 1,9 prosent soleiðis at eftirlønin fer frá 5.955 krónur um mánaðin í 2022 til 6.070 krónur um mánaðin í 2023. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 72.840 krónur. Ásetingin er galdandi fyri árið 2023.

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2021 vóru útgoldnar 628 milliónir krónur í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2022 er mett til umleið 647 milliónir krónur og til 675 milliónir krónur í 2023.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2022

10
Leygardagur 01. oktober 2022

Hesin verður nú sleipaður til Føroya

Fyrsti nýbygningurin, sum JT electric hevur smíðað er liðugur, og verður sleipaður heim. Talan er um ein fóðurflaka til Hiddenfjord

(Mynd: JT electric)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrsti nýbygningurin sum fyritøkan JT electric hevur smíðað er liðugur, og sleipið til Føroya er byrjað.

Tað skrivar fyritøkan á heimasíðuni.

Talan er um ein fóðurflaka, sum tekur 700 tons av fóðri, og tað er Hiddenfjord, sum hevur bílagt flakan.

Ólavur Thomsen byrjaði við hesi verkætlan á tekniborðinum fyri einum góðum ári síðan, so tað var ein stór løta fyri hann í síðstu viku, tá ið hann loysti endan. 

- Okkara lokalu projektleiðarar í Szczecin í Polandi vóru sera glaðir, tá ið flakin loysti frá bryggju. Hetta hevur verið eitt spennandi og krevjandi projekt fyri tey. Men tey sleppa ikki at hvíla leingi, tí tann næsti nýbygningurin skal vera liðugur um nakrar fáar vikur, sigur JT electric.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2022

11 Leygardagur 01. oktober 2022

Smyril á Havnini fyri fyrstu ferð í ein mánað

Strandfaraskipið hevur verið í dokk í ein mánað

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Klokkan 15 mánadagin fór Smyril aftur í sigling á Suðuroyarleiðini. Hetta er fyrstu ferð í ein góðan mánað, at Smyril aftur røkir siglingina.

Herjólfur III hevur røkt siglingina um Suðuroyarfjørð meðan Smyril hevur verið í dokk í Danmark.

Í illveðrinum í Havn stutt fyri klokkan 17 stevndi strandfaraskipið inn á Havnina.

Sverri Egholm tók myndirnar

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2022

12 Leygardagur 01. oktober 2022

Í 2029 hava Føroyar egið fongsul

Tað framgongur í svari til Sjúrð Skaale frá danska løgmálaráðharranum

Sjúrður Skaale og Mattias Tesfaye (Mynd: Javnaðarflokkurin á fólkatingi)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tá Mette Frederiksen og aðrir danskir ráðharrar vóru á vitjan í juni, bleiv lovað, at eitt nýtt fongsul fer at verða bygt í Føroyum. Hetta bleiv straks skotið niður av øðrum donskum politikarum, sum søgdu, at eingin politisk avtala var um hetta, og at pengar heldur ikki vóru settir av.

Sjúrður Skaale hevur í mong ár virkað fyri at bøta um viðurskiftini innan alla rættarskipanina, og eitt nýtt fongsul hevur verið eitt høvuðsmál. Hann var tí sera misnøgdur við, at hetta ikki var við í teirri breiðu politi-avtalu, sum bleiv gjørd á fólkatingi í vetur.

Síðani hevur hann verið á fundi við bæði forsætisráðharran og løgmálaráðharran, Mattias Tesfaye um málið, og í farnu viku sendi hann stjórnini eitt bræv, har hann greiddi frá síni støðu, og bað um at fáa greiðu á, hvar málið stendur, skrivar Javnaðarflokkurin á fólkatingi í tíðindaskrivi.

Í svarinum, sum Sjúrður Skaale hevur fingið frá løgmálaráðharranum, verður undirstrikað, at avgerðin hjá stjórnini um at seta verkætlanina í gongd framvegis er galdandi.

– Tað er umráðandi at tryggja nútíðarhóskandi og gagnlig fongsulsviðurskifti í Føroyum, og skulu vit tryggja, at flest møguligir føroyingar skulu sita dóm teirra í Føroyum, sigur hann.

Hann heldur, at føroyingar skulu sleppa at sita teirra dóm í Føroyum nær við familju, tí annað sømir seg ikki, sigur hann.

Í svarinum framgongur eisini, at fongslið eftir ætlan skal standa liðugt og takast í nýtslu í 2029.

Hóast stjórnin longu hevur sett pengar av til prosjekteringina, er verkætlanin treytað av stuðli frá flokkunum á fólkatingi.

– Eg bæði trúgvi og vóni, at øll í fólkatinginum fara at taka ábyrgd fyri danska leiklutin í ríkisfelagsskapinum og stuðla verkætlanini, sigur løgmálaráðharrin, sum ikki sigur seg vita um, at nakar flokkur hevur verið atfinningarsamur um tørvin fyri einum nýggjum fongsli í Føroyum, hóast funnist hevur verið at mannagongdini hjá stjórnini viðvíkjandi ætlanarskrivinum um at byggja nýtt fongsul.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2022

13 Leygardagur 01. oktober 2022

Barbara stillar upp aftur til fólkatingsvalið

Barbara Gaardlykke Apol, sum gjørdist triðvald á listanum hjá Javnaðarflokkinum til seinasta fólkatingsval, og hevur sitið sum varafólk í tveimum umførum, stillar uppaftur

Barbara Gaardlykke Apol sat sum varafólk á fólkatingi í tveimum umførum – í mars 2020 og í mai 2021 (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Barbara Gaardlykke Apol stillar upp fyri Javnaðarflokkin á komandi fólkatingsvali.

Á seinasta fólkatingsvali í 2019 bleiv Barbara Gaardlykke Apol við 392 atkvøðum, triðvald á listanum hjá Javnaðarflokkinum, og hevur hon síðani sitið sum varafólk hjá Sjúrði Skaale í tveimum umførum.

Barbara er 27 ár og útbúgvin búskaparfrøðingur. Hon hevur verið virkin í Javnaðarflokkinum og ungmannafelagnum SU í mong ár. Haraftrat hevur hon verið forseti fyri Ungdomens Nordiska Råd. Tá hon sum 24 ára gomul umboðaði Javnaðarflokkin á fólkatingi fyri fyrstu ferð í mars 2020, gjørdist hon yngsta føroyska fólkatingsumboðið nakrantíð.

Eins og í 2019 stillar Barbara einans upp til fólkatingsvalið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2022

14 Leygardagur 01. oktober 2022

Fýra nýggir føroyskir flogskiparar

Mánadagin kundi Atlantic Airways hátíðarhalda, at felagið enn eina ferð hevur útbúgvið føroyskar flogskiparar til føroysku flogvinnuna. Hesa ferð er talan um fýra nýggjar føroyskar Airbus 320 flogskiparar

(Mynd: Jón K. Joensen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Teir fýra nýggju flogskipararnir eru Bogi av Vollanum, Heri Magnason Arge, Niels Pætur Wraae, Mortan Fjørðoy.

Teir hava nú allir fingið prógv uppá at kunna flúgva Airbus 320 flogfør.

Hetta er ikki nøkur sjálvfylgja í einum so lítlum landi, og krevur tað eisini, at førleikamenning verður raðfest, fyrireikað og arbeitt miðvíst ímóti at útbúgva føroyskar flogskiparar og røkka hesum máli.

– Atlantic Airways er føroyskt tjóðarfelag, ein loftbrúgv og ein lívlinja, og síðani 2015 hava vit í samljóði við politikk okkara um samfelagsábyrgd (CSR) havt sum mál at bjóða út type rating fyri at vera við til at styrkja og førleikamenna føroyska flogvinnu, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Type rating merkir, at tú eftir lokna flogskiparaútbúgving verður góðkend/ur til at flúgva eitt ávíst slag av flogfari og í hesum føri er ítøkiliga talan um Airbus 320 flogfør. Tað er framleiðarin av flogførum, sum ásetir type rating-venjing og -krøv, og fevna tey eitt nú um umfatandi venjing bæði í simulatori og umborð á flogførunum.

– Longu í 2016 fingu seks tey fyrstu prógv sum Airbus 320 flogskiparar eftir hesi heildarætlan hjá Atlantic Airways, og síðani tá hava 10 afturat fingið flogskiparaprógv, sigur Jóhanna á Bergi og leggur afturat:

– Nú kunnu vit aftur hátíðarhalda, at vit hava fingið fýra nýggjar, ungar, føroyskar Airbus 320 flogskiparar afturat í vinnuna. Tað gongur væl hjá okkum, hóast vit framvegis arbeiða okkum uppaftur eftir koronufarsóttina. Ferðafólkatalið er vaksið munandi, eitt flogfar er komið afturat í flotan, og tørvur verður tí á fleiri flogskiparum í næstum. 

Eisini Ellef Ellefsen, leiðandi flogskipari hjá Atlantic Airways, fegnast um nýggju flogskipararnar, sum nú eru lagstir afturat.

– Hetta er ein stórur dagur bæði fyri føroyska flogvinnu og -søgu. At tað leggjast fýra føroyskir flogskiparar afturat samstundis er gott tekin um eina vinnu í vøkstri, sigur Ellef Ellefsen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2022

15
Leygardagur 01. oktober 2022

Andersens Beding fingið vind í seglini

Spf. Andersens Beding hevði 5 milliónir krónur í avlopi í fjør

(Mynd: Andersens Beding)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Ein fyritøka, sum hevur fingið veruligan vind í seglini seinastu árini er Andersens Beding á Strondum.

Søgan í stuttum er, at í 1994 keypti Anders Andersen Stranda bátasmiðju, og fór hann saman við synum sínum og versoni undir at byggja virksemið upp aftur á Strondum. 

Virksemið hjá Andersens Beding er vanligt bedingsvirksemi, størri og smærri umvælingar og nýgerð av smærri og størri bátum upp til umleið 100 tons. 

Andersens Beding upplýsir, sum flest onnur feløg, ikki samlaðu samlaðu søluna. Men bruttovinngingurin í 2021 var 12,6 milliónir krónur, sum eitt vet lægri enn í 2020, tá bruttovinningurin var 13,2 milliónir krónur. Talan er um eitt fall á 4,3 prosent. Upplýsast kann annars at bruttovinningurin er fallin síðstu trý árini.

[object Object]

Starvsfólkakostnaðurin hjá felagnum í 2021 var 5,9 milliónir, sum er 551.000 krónur lægri enn í 2020.

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt Ebidta, var 6,8 milliónir í 2021, sum er tað sama sum í 2020.

Ársúrslitið í 2021 var 5 milliónir krónur, sammett við 5,1 milliónir í 2020.

Aðalfundurin hevur samtykt at luta 250.000 krónur av ársúrslitinum út sum vinningsbýti til eigaran.

Samlaða fíggjarstøðan í 2021 var 29,6 milliónir krónur, í mun til 24,9 milliónir krónur í 2020.  

Støðisogn, sum er bygningar og útgerð, er bókað til 9,7 milliónir í 2021 sammett við 9,5 milliónir krónur í 2020.

Ogn í umferð øktist úr 15,5 milliónum í 2020 til 19,9 milliónir krónur í 2021. Størsta broytingin er, at tøki peningurin er øktur úr 9,4 í 2020 til 13,8 milliónir krónur í 2021. Staðfestast kann tískil at felagið er væl fyri gjaldførisliga. Lyklatalið ”gjaldførislutfall” var í 2021 heili 1.380 prosent., sum er óvanliga gott.

Felagið hevði við árslok 2021 onga langfreistaða skuld og stuttfreistaða skuldin í 2021 var 1,4 milliónir, sammett við 1,5 milliónir krónur í 2020.

Eginpeningurin hjá Andersens Beding var við árslok 2021 í alt 27,7 milliónir krónur sammett við 22,9 milliónir í 2020.

Trygdarevnið, sum er eginogn í mun til samlaðu skyldur, var 93,4 prosent í 2021 sammett við 92 prosent í 2020. Tað má staðfestast at talan er um eitt fíggjarliga sterkt felag.

Stjóri í Spf. Andersens Beding  er Asbjørn Jóhan Samson Andersen.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2022

16 Leygardagur 01. oktober 2022

Semja um nýggjan handverkarasáttmála

Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, og Landsfelag Handverkaranna skrivaðu undir sáttmála hósdagin – semjan er á sama støði sum við arbeiðarafeløgini, sum var gjørd í mai, og sum var tann fyrsta í samráðingarrunduni 2022-2024

(Mynd: Vinnuhúsið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hósdagin skrivaðuFøroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna skrivað undir nýggjan sáttmála.

Sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2022 til 1. mai 2025 – í tvey ár og sjey mánaðir.

Semjan hevur við sær eina lønarhækking á 3,80 prosent 1. oktober 2022 og 4,04 prosent 1. oktober 2023, umframt aðrar tillagingar í sáttmálanum, skrivar Vinnuhúsið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2022

17 Leygardagur 01. oktober 2022

Niels Juel Arge nýggjur stjóri á Strandferðsluni

Niels Juel hevur verið fíggjarleiðari á strandferðsluni í tveimum umførum umframt fyribils stjóri í 2007. Eftir ætlan byrjar hann í starvinum 1. november

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Uni Rasmussen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, hevur sett Niels Juel Arge í starv sum stjóra á Strandfaraskipum Landsins. Við sínum yrkisroyndum, sum skifta millum alment og privat, er Niels Juel Arge væl skikkaður til starvið sum stjóri á SSL. Niels Juel hevur verið fíggjarleiðari á strandferðsluni í tveimum umførum umframt fyribils stjóri í 2007.

Niels Juel Arge er í løtuni fíggjarleiðari hjá Tórshavnar kommunu. Hann er útbúgvin cand.merc.aud. Harumframt hevur hann ískoytisútbúgving frá journalistháskúlanum í Århus. Niels Juel er 56 ára gamal.

Eftir ætlan byrjar Niels Juel í starvinum 1. november.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2022

18 Leygardagur 01. oktober 2022

Gunnar Nielsen nýggjur stjóri í Effo

Føroyska orkufelagið hevur sett Gunnar Nielsen í starv sum nýggjan stjóra í Effo

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyska orkufelagið hevur sett Gunnar Nielsen í starv sum nýggjan stjóra í Effo.

Gunnar Nielsen er 45 ára gamal og kemur úr einum starvi sum fíggjarstjóri í norsku alifyritøkuni Salmar.

Frammanundan hevur Gunnar verið fíggjarstjóri í Bakkafrost, umframt at hann bæði hevur leiðslu og starvsroyndir frá øðrum stórum føroyskum fyritøkum.

Gunnar Nielsen er útbúgvin cand.merc.aud frá Copenhagen Business School.

- Vit eru sera fegin um at bjóða Gunnari vælkomnum til Effo. Gunnar hevur góðar førleikar og drúgvar royndir í vinnulívshøpi, og eru vit tí spent uppá at fara undir samstarvið, við tí fyri eyga at menna virksemi hjá Effo enn meira, sigur Janus Thomsen, nevndarlimur í Effo.

- Effo er ein av heilt týðandi fyritøkunum í Føroyum, og eri eg tí bæði spentur og takksamur fyri at fara undir uppgávuna, sigur Gunnar Nielsen.

Gunnar Nielsen byrjar í starvinum 1. januar 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2022

19 Leygardagur 01. oktober 2022

John Syderbø nýggjur vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvík

Klaksvíkar býráð hevur sett John Syerbø í starv sum vinnu- og mentanarstjóri. Hann byrjar í starvinum mánaðaskiftið oktober/november

John Syderbø (Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Klaksvíkar býráð hevur tikið avgerð um at seta John Syderbø í starvið sum vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu. 13 umsóknir vóru til starvið.

John Syderbø er 46 ára gamal og er útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann arbeiðir í løtuni sum sjálvstøðugur ráðgevi.

John hevur leitt nógvar menningarverkætlanir, bæði hjá tí privata og kommunala. Hann hevur breitt innlit í vinnulív, og hevur eisini innlit og royndir við leiðslu og fyrisiting í kommunalari fyrisiting.

Áður hevur John Syderbø m.a. starvast sum marknaðar og produktstjóri hjá Føroya Tele frá 2015 til 2021.

John Syderbø byrjar í starvinum mánaðarskifti oktober/november 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2022

20 Leygardagur 01. oktober 2022

J&K Petersen fingið nýggjan stjóra

Stjóri felagsins seinastu 15 árini, Stein Olvur Petersen, hevur biðið um farloyvi, og á aðalfundinum í ár valdi Stein Olvur Petersen eisini at taka seg úr nevndini – nevndin hevur sett Sigtór A. Petersen sum stjóra

Stein Olvur Petersen hevur verið stjóri á J&K Petersen seinastu 15 árini (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Partaeigarar og leiðsla fyri J&K Petersen hava tikið avgerð um umskipan av leiðslu og nevnd felagsins.

Stjóri felagsins seinastu 15 árini, Stein Olvur Petersen, hevur biðið um farloyvi, og á aðalfundinum í ár valdi Stein Olvur Petersen eisini at taka seg úr nevndini.

Á aðalfundinum vóru tveir nýggir nevndarlimir valdir. Hesir eru Jóannes Niclassen og Klaus Rasmussen.

Jóannes Niclasen hevur drúgvar royndir innan byggivinnu, og Klaus Rasmussen hevur drúgvar royndir sum grannskoðari og nevndarlimur fyri fleiri stórar fyritøkur.

Nevndin er nú mannað við Christian Andreasen, nevndarformanni, Ragnhild A. Petersen, Jóannes Niclassen og Klaus Rasmussen.

Nevnd felagsins hevur sett Sigtór A. Petersen sum stjóra.

Sigtór A Petersen hevur drúgvar royndir í felagnum sum framleiðslustjóri. Nevndin hevur eisini í samráð við nýggja stjóran sett Annu Kalsø sum varastjóra. Anna er eisini menningarleiðari í fyritøkuni.

Leiðslubólkurin, ið eisini telur Per Kallsberg, fíggjarleiðara, er eisini styrktur við Jákup Mørk, roknskaparleiðara.

Leiðslan og nevndin arbeiða í løtuni við at menna J&K Petersen, sum er millum elstu byggifyritøkur í landinum. Hóast felagið hevur havt avbjóðingar, er nýggja leiðslan sannførd um, at felagið aftur fer at geva yvirskot í 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2022

21 Leygardagur 01. oktober 2022

Kári Sigvardsen stjórnar Framskák saman við Sigmund Mikkelsen

Aftrat Sigmund Mikkelsen, stjóra, kemur Kári Sigvardsen inn at stjórna Framskák – hann skal hava ábyrgd av innanhýsis rakstrinum

(Mynd: Framskák)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Kári Sigvardsen kemur saman við Sigmund Mikkelsen at vera stjóri hjá Framskák, og fer hann at hava ábyrgd av innanhýsis rakstrinum.

Hesum boðar Framskák frá í tíðindaskrivi.

Kári er 42 ára gamal og kemur úr starvi sum rakstrarstjóri hjá Magn, har hann starvaðist í knøpp 10 ár. Kári hevur drúgvar royndir við leiðslu og at skipa og effektivisera arbeiðsmannagongdir við at nýta KT og tøkni, skrivar Framskák.

– Vit fegnast um at fáa Kára við í okkara toymi. Við hansara drúgvu royndum styrkja vit um okkara rakstur og arbeiðsmannagongdir, og somuleiðis styrkja vit um okkara Tænastukervi, ið vit leggja stóran dent á, sigur Sigmund Mikkelsen, stjóri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2022

22 Leygardagur 01. oktober 2022

Hesi 17 eru vald í umboðsráðið

6.236 tryggingartakarar greiddu atkvøðu til Umboðsráðsvalið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Annaðhvørt ár er val til Umboðsráðið. Í ráðnum sita 35 limir og hesaferð skuldu 17 limir veljast. 

Í ár valdu 6.236 tryggingartakarar at brúka sín demokratiska rætt og greiða atkvøðu til Umboðsráðsvalið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Betri takkar øllum valevnum og veljarum fyri luttøkuna og ynskja teimum valdu til lukku við sessinum. 

Hesi vóru vald í ár:

Navn

Adressa

Býur

Atkvøðutal

Jákup Egholm Hansen

Undir Kongavarða 30

160 Argir

620

Súni í Hjøllum

Hjallavegur 16

650 Toftir

596

Oddur Árnason Højgaard

Flatnavegur 89e

725 Norðoyri

578

Jutta Helgadóttir

Hoyvíksvegur 10

100 Tórshavn

482

Karl Leonsson

Norðurstíggjur 6

160 Argir

430

Guðrun Poulsen

Undir Kongavarða 96

160 Argir

409

Mortan Simonsen

Rosságøta 5c

160 Argir

373

Johann Behrens

J.H. Schrøtersgøta 4

100 Tórshavn

354

Dávur Reinert Petersen

Hjallavegur 38

656 Saltnes

337

Uni Danielsen

Skraddaragøta 18

188 Hoyvík

326

Hallur Thomsen

Undir Kongavarða 110

160 Argir

283

Sjúrður Hammer

Hanusargøta 7

100 Tórshavn

281

Dánjal Petur Nielsen

Tjarnarlág 7

100 Tórshavn

279

Hanus Toftheyggj

Snæbjarnarvegur 8

850 Hvalba

279

Høgni í Stórustovu

Tórsbyrgi 19

100 Tórshavn

279

Jens Johan Dam

Tinghúsvegur 77

100 Tórshavn

272

Niels Olaf Eyvindsson

Heiðavegur 14

860 Sandvík

264

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2022

23 Leygardagur 01. oktober 2022

Dátueftirlitið givið almennum stovni álvarsliga átalu

Stovnurin hevði sent eitt bræv til skeivan persón. Dátueftirlitið metir tað vera álvarsamt at ein stovnur, sum viðgerð viðkvæmar persónupplýsingar, ikki hevur nøktandi mannagongdir fyri trygdarbrot

(Mynd: Dátueftirlitið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

28. apríl 2022 fekk Dátueftirlitið fráboðan um trygdarbrot frá einum almennum stovni.

Dátueftirlitið skrivar á heimasíðuni, at stovnurin hevði sent eitt bræv til skeivan persón. Brævið innihelt viðkvæmar persónupplýsingar. Tann skeivi móttakarin letur stovninum brævið aftur tann 23. apríl. Stovnurin staðfestir 27. apríl, at eitt trygdarbrot er farið fram.

Í viðgerðini av trygdarbrotinum hevur Dátueftirlitið kannað, um stovnurin hevur nøktandi skrivligar mannagongdir til starvsfólkini, so tey vita, hvat tey skulu gera, tá eitt trygdarbrot fer fram.

Dátueftirlitið kom til ta niðurstøðu, at mannagongdin til starvsfólkini var als ikki nøktandi, og at hon ístaðin kundi elva til misskiljingar fyri starvsfólkini, so tey ikki skilja, hvat eitt trygdarbrot er, og ikki skilja álvaran av, at øll trygdarbrot, óansæð hvussu umfatandi tey eru, skulu skjalfestast.

Um greiðar skrivligar mannagongdir vóru til starvsfólkini, so átti trygdarbrotið at verið staðfest sama dagin, brævið varð lætið inn aftur, og ikki fýra dagar seinni.

Dátueftirlitið metti tað vera sera álvarsamt, at ein stovnur, sum viðgerð nógvar viðkvæmar persónupplýsingar, ikki hevur nøktandi mannagongdir fyri trygdarbrot. Dátueftirlitið gav stovninum eina álvarsliga átalu og kravboð um at tillaga skrivligu mannagongdirnar til starvsfólkini, soleiðis at tær greitt lýsa hvat eitt trygdarbrot er, og hvat starvsfólkini skulu gera, tá eitt trygdarbrot verður staðfest.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2022

24
Leygardagur 01. oktober 2022

Útflutningurin til Russlands lækkaður úr 23 niður í 9 prosent

Í 2021 var útflutningurin av vørum til Russlands 23 prosent av samlaða vøruútflutninginum. Hesin partur er í fyrru hálvu 2022 minkaður niður í 9 prosent. Tað er russiska innrásin í Ukrania, sum er orsøkin til lægra vøruútflutningin til Russlands

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Myndin niðanfyri vísir samlaða vøruútflutningin av vørum hjá Føroyum frá 2011 til 2021, umframt at myndin vísur, hvussu stórur partur av útflutninginum fer til Russlands.

Hesin partur er vaksin nógv síðani 2011 og var heili 23 prosent í 2021. Men eftir at Russlands gjørdi innrás í Ukrania í februar í ár, hava fleiri føroyskar útflutningsfyritøkur tikið stig til at steðga ella minka um útflutninginum til Russlands. Vøruútflutningurin er í fyrru hálvu 2022 minkaður niður í 9 prosent, upplýsir Landsbanki Føroya.

[object Object]

Útflutningurin til Russlands er í høvuðsheitum laksur, og tey pelagisku fiskasløgini makrelur, sild og svartkjaftur.

Myndin niðanfyri vísir, at nærum einki er útflutt til Russlands av makreli, laksi og øðrum fiskasløgum í mars til juni í 2022. Útflutningurin av sild til Russlands, sum fyri tað mesta er selt í mars mánaði, er minkaður við meira enn eini helvt í hesum tíðarskeiði, samanborið við sama tíðarskeiði í 2021, meðan útflutningurin av svartkjafti, útflutt í juni, nærum er tann sami í hesum tíðarskeiði í 2021 og 2022.

[object Object]

Í heyst fara Føroyar undir samráðingar við Russland um nýggja fiskivinnuavtalu. Fiskivinnuavtalan er avgerandi fortreyt fyri fiskiskapinum eftir toski og hýsu í Barentshavinum, har Føroyar lata rættindi í føroyskum sjóøki til russar afturfyri. Skuldi tað hent, at fiskivinnuavtalan við Russland av einhvørjari orsøk ikki verður longd, rakar tað fyritøkur við virksemi í Barentshavinum meint, ið aftur vil ávirka fiskaútflutningin neiliga.

Hinvegin kann tað hugsast at eitt framhald av fiskivinnusamstarvinum við Russland kann gerast ein avbjóðing fyri umdømið Føroya úti í heimi og harvið fyri samlaða útflutningin. Her hevur tað helst avgerandi týdning, at Føroyar fylgja leistinum hjá Norra í samráðingunum við russar. Hetta tí føroyskar útflutningsfyritøkur í stóran mun kappast á somu marknaðum og við somu vørum, sum norskar fiskivinnu- og alifyritøkur.

Hesir búskaparligu váðar eiga at vera havdur í huga, um farið verður undir samráðingarnar í heyst.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2022

25
Leygardagur 01. oktober 2022

ICES-tilmæli 2023: Makrelur og sild minkandi, meðan svartkjafturin øktist

ICES-tilmælið 2023 hevur bæði minkingar og vøkstur við sær 

Uppsjóvarskip til fiskiskap (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

ICES-tilmælið fyri 2023 mælir til at fiskiskapurin eftir makreli og norðhavsild minkar, meðan svartkjaftakvotan helst fer at økjast.

Tað skrivar heimasíðan hjá Havstovuni. 

Mest loyvda veiða í 2023 lækkar fyri norðhavssild og makrel, men hækkar nógv fyri svartkjaft.

Tilmælið fyri makrel er 782.066 tons fyri 2023, sum er ein lækking á 2 prosent í mun til í fjør. Makrelstovnurin var í vøkstri frá 2007 fram til 2014, men síðani tá hevur hann verið í minking.

Stovnsmetingin vísir, at gýtingarstovnurin er 3,8 milliónir tons, sum er oman fyri tað, sum sambært umsitingarætlanini er markið fyri, nær neyðugt er at vísa varsemi. Tilgongdin hevur verið góð síðani 2001.

Veiðitrýstið er minkað síðani 2003, og lá fram til 2020 undir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg (FMSY = 0,26), skrivar hav.fo

Við nógv øktu veiðuni í 2021 og 2022 er veiðitrýstið farið upp á 0,36, sum er væl oman fyri hámarksvirðið og ájavnt við FPA.

Tilmælið fyri svartkjaft er 1.359.629 tons fyri 2023, sum er ein hækking á 81 prosent í mun til tilmælið í fjør. Henda stóra hækking kemst av góðu tilgongdini av árgangunum 2019-2021, og serliga 2020-árganginum, sum er mettur at vera metstórur. Bæði 2019-, 2020- og lutvíst 2021-árgangirnir verða partur av gýtingarstovninum komandi ár.

Gýtingarstovnurin er mettur at vera 6,6 milliónir tons, sum er væl oman fyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi. Minkingin síðani 2018 er vend til eina hækking í ár, vegna góðu tilgongdina.

Veiðitrýstið er 0,37, sum er oman fyri burðardygga hámarkið (FMSY = 0,32). Síðani 2014 hevur veiðitrýstið ligið omanfyri, men tó er tað lækkað síðstu árini og nærkast nú burðardygga markinum.

Tilmælið fyri norðhavssild er 511.171 tons fyri 2023, sum er ein lækking á 15 prosent í mun til 2022. Gýtingarstovnurin hevur verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men góði 2016-árgangurin er vorðin partur av gýtingarstovninum, og tí kvinkaði hann eitt vet uppeftir í fjør, hevur verið nøkulunda á saman støði í 2022, men væntast at minka komandi ár.

Gýtingarstovnurin er í dag 3,5 milliónir tons, sum er beint oman fyri burðardygga markið fyri, nær varsemi skal vísast sambært umsitingarætlanini. Tilgongdin áðrenn og aftan á 2016 er mett at verða vánalig og tí væntast, at gýtingarstovnurin komandi ár fer undir burðardygga lágmarkið.

Veiðitrýstið er vaksið síðani 2015 og er nú 0,192. Hetta er oman fyri hámarkið fyri, nær varsemi skal vísast (0,157 = FMSY og FPA).

Fiskiskapurin eftir sild, makreli og svartkjafti hevur seinastu árini ligið 25-40 prosent oman fyri vísindaligu ráðgevingina vegna ósemju um býtið av stovnunum, skrivar Havstovan á heimasíðu síni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2022

26
Leygardagur 01. oktober 2022

Óvanliga stór sveiggj í laksaprísinum í vár

Laksaprísurin var í desember 2020 heilt niðri á 29 kr./kg., men er vaksin stórliga síðani, og setti í endanum av apríl 2022 met, tá spotprísurin á fishpool.eu var 95 kr./kg. Spotprísurin á laksi var í vikuni nærri 46 kr./kg

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Myndin niðanfyri vísir gongdina í laksaprísinum í donskum krónum í 2022, og á myndini sæst, at sveiggini eru stór.

Laksaprísurin setti í apríl met, tá spotprísurin var 95 kr./kg. men í løtuni er hann nærri 46 kr./kg. (september 2022).

Landsbanki Føroya skrivar, at ikki allur laksurin er seldur til høga spotprísin; sumt verður til dømis útflutt sum portiónur, og er vanliga seldur til prísstøðið, ið gjørdi seg galdandi í fjør.

Meðan Fishpool væntar, at prísstøðið kemur at hækka eitt vet móti endanum av árinum, væntar alivinnan, at prísurin kemur at lækka í heyst orsakað av einum øktum útboði á heimsmarknaðinum.

[object Object]

Myndin niðanfyri vísir tøkuna í føroysku alivinnuni árini 1998-2022. Í 2021 setti tøkunøgdin av laksi met, meðan hon í 2022 er mett at verða eitt vet lægri, enn í 2021.

Higartil í 2022 er lægra tøkunøgdin vorðin mótsvarað av stóru príshækkingini á laksi í fyrru helvt av 2022, tí útflutningsvirðið av laksi er í tíðarskeiðinum januar-august 2022 økt við 30 prosentum, samstundis sum nøgdin er minkað við 12 prosentum samanborið við sama tíðarskeiði árið fyri.

Alivinnan telur í dag fyri nærum helvtina av samlaða fiskavøruútflutninginum, áleið 5 mia. kr. út av samlaða fiskavøruútflutninginum á 10,6 mia. kr. í juni 2022.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2022

27 Leygardagur 01. oktober 2022

Gistingarnar tvífaldaðar síðan 2013

Føroysku gistingarhúsini seldu næstan hundraðtúsund gistingar í juni, juli og august í ár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Síðani 2013 eru gistinæturnar meira enn tvífaldaðar á føroysku gistingarhúsunum summarmánaðirnar juni, juli og august, tá farið var undir at skráseta gistingar. Hetta skrivar Hagstovan á netinum.

Í juni, juli og august í ár vóru 97.315 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru 32 prosent ella um 23.300 fleiri gistinætur samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Talið av gistináttum hjá føroyingum og dønum er á leið tað sama sum í fjør, meðan gistinæturnar hjá fólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist. Gistinæturnar eru nú 6.000 fleiri enn í 2019 tá tær vóru flestar.

Innskrivingarnar, tað er talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista, vóru um 37.000 í tali í juni, juli og august, sum er 46 prosent fleiri enn í fjør. Vøksturin er 31 prosent samanborið við sama tíðarskeið í 2019. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 77 prosent av kømrunum vórðu brúkt summarmánaðirnar juni, juli og august samanborið við 65 prosent í fjør.

Í 2019 var nýtslustigið 89 prosent. Síðani 2019 er talið av kømrum økt munandi, tí tvey størri gistingarhús eru latin upp og onnur útbygd, og tí er rúm er fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri.

Verður hugt at tølunum higartil í ár, sæst at gistingarnar eru 47 prosent fleiri og innskrivingarnar eru 42 prosent fleiri í mun til sama tíðarskeið í fjør. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2022

28
Leygardagur 01. oktober 2022

Uppsjóvarskipini raktu við makrel í føroyskum sjógvi

Fyrst í vikuni komu skip inn við stórum nøgdum av makreli, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi

Noðringur (Savnsmynd Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Makrelfiskiskapurin í føroyskum sjógvi er nú munandi betri enn seinastu tíðina.

Norðingur kom sunnudagin á Kollafjørð við 1.200 tonsum av makreli, sum skuldi landast til Faroe Pelagic. Makrelurin var fiskaður eystur úr Føroyum, og fiskiskapurin.

Fagraberg úr Fuglafirði, landaði á Kollafirði, tá ið Norðingur kom til lands. Fagraberg hevur eisini fiskað eystur úr Føroyum, og hevði umleið 1.800 tons av makreli. Fagraberg var á feltinum líka yvir eitt samdøgur.

[object Object]Fagraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2022

29 Leygardagur 01. oktober 2022

Ógjørligt at staðfesta hvaðani biofiltrini í havhesti stava

Umhvørvisstovan hevur verið á eftirlitsvitjan á fleiri smoltstøðum eftir fráboðanir um biofiltur í havhestaungum í Norðoyggjum. Allar vitjaðu smoltstøðirnar hava innbygdar skipanir sum forða fyri at slíkt fer á sjógv

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Plastlikamini, sum eru funnin í havhestaungum norðanfyri, tykjast at vera av sama slag, sum tey, ið verða brúkt í biofiltrum á fleiri smoltstøðum. Men tað er torført ella ógjørligt at staðfesta hvaðani plaslikam í havhesti ella á sjóvum stava.

Hetta svarar Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, í einum grein 52 fyrispurningini frá Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum. Hon hevur millum annað spurt hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri, at biofiltur dálka havumhvørvið og verða funnin í havhesti.

Landsstýrismaðurin upplýsir í svarinum, at Umhvørvisstovan hevur verið á eftirliti á fleiri smoltstøðum síðani fráboðanirnar. Serligur dentur varð lagdur á at kanna, hvussu forðað verður fyri, at biolikam fara á sjógv.

- Niðurstøðan er, at allar vitjaðu smoltstøðirnar hava innbygdar skipanir at forða fyri, at biolikam fara á sjógv. Umhvørvisstovan roknar tí við, at tað ikki er stórvegis av biolikamum, sum sleppa út frá smoltstøðum undir vanligum rakstri, sigur hann.

Umhvørvisstovan hevur ikki kunnleika um óhapp ella aðrar umstøður, har biolikam eru sloppin út í umhvørvið seinastu tíðina.

- Landsstýrið hevur fyri stóran part lagt heimildirnar sambært umhvørvisverndarlógini til Umhvørvisstovuna at fyrisita, eitt nú heimildina til at seta forboð fyri ávísum virksemi, sum hevur álvarsliga dálking við sær, og har tað ikki ber til at tálma dálkingini. Umhvørvisstovan hevur í løtuni ongar ætlanir um at seta forboð fyri ávísum virksemi. 

Landsstýrismaðurin hevur heitt á Umhvørvisstovuna um at fylgja væl við, um nýggju átøkini hjá smoltstøðunum eru nøktandi til at fyribyrgja, at plastlikam verða latin út í náttúruna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2022

30 Leygardagur 01. oktober 2022

Springarin farin til stroks

Teinurin, springarin hevur ferðast hesa vikuna, er góðar 400 fjórðingar, ið gevur eina miðal ferð á knapar tríggjar míl

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tann eini merkti springarin, sum fyri viku síðan var komin suður um Íslandsryggin, er nú farin beina kós vestureftir. Hann er farin tvørtur um Reykjanesryggin, er komin í Irmingarhavið og er nú mitt ímillum Ísland og Grønland.

Hetta staðfestir eitt samband millum møguligar stovnar báðumegin Reykjanesryggin, skrivar Havstovan.

Teinurin, springarin hevur ferðast hesa vikuna, er góðar 400 fjórðingar, ið gevur eina miðal ferð á knapt 3 míl. Hetta avdúkar, at skjórutur springari er kvikur svimjari, ið eftir stuttari tíð kann reika víða um í Norðuratlantshavi.

Hin springarin, ið enn hevur merki, ið virkar, reikar ikki líka víða. Hann er komin nakað longur suður, og hevur seinastu dagarnar ferðast á Íslandsrygginum, 90 fjórðingar úr landi. Einki samband er við hinar springararnar.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2022

31 Leygardagur 01. oktober 2022

Gamli Netbankin letur aftur 31. oktober

Framyvir verður bert møguligt at brúka nýggja Netbankan, ið hevur Samleikan sum innritanarloysn

(Mynd: Banknordik)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyrr í ár varð nýggi Netbankin hjá føroysku peningastovnunum tikin í nýtslu. Umframt nýtt snið og nýggjar funkur hevur nýggi Netbankin Samleikan sum innritanarloysn.

Hóast flestu kundarnir longu hava skift til nýggja Netbankan, hevur tað eisini borið til at brúka gamla Netbankan saman við NemID. Hesin møguleiki verður tó avtikin í næstum. Gamli Netbankin letur aftur tann 31. oktober, og í tíðarskeiðinum inntil tá ber bert til at fáa atgongd til gamla Netbankan umvegis nýggja Netbankan.

Hetta merkir, at allir kundar mugu hava Samleikan fyri at fáa atgongd til Netbankan, gera flytingar, undirskriva lán o.s.fr. Peningastovnarnir heita tí á øll, ið ikki longu hava fingið sær Samleikan, um at skráseta seg á www.samleikin.fo sum skjótast.

Kundar, ið av onkrari orsøk ikki hava møguleika at útvega sær Samleikan, men hava MitID, kunnu fáa atgongd til nýggja Netbankan við at seta seg í samband við sín peningastovn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2022

32 Leygardagur 01. oktober 2022

Sóu rottu heima á Sandi

Hetta verður tikið í størsta álvara, og øll tilbúgving varð sett í verk beinanvegin

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sands kommuna fekk fríggjadagin fráboðan um at rotta var sædd á havnalagnum á Sandi. Hesum boðar Sands kommuna frá.

Øll tilbúgving varð beinanvegin sett í verk, og hetta var gjørt í samráð við Umhvørvisstovuna. Slíkar fráboðanir verða tiknar í størsta álvara, sigur kommunan.

Sands kommuna heitir á fólk um at boða frá, gerast tey varug við rottu, ella spor eftir rottu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2022

33 Leygardagur 01. oktober 2022

Felags undirvísing fyri tilflytarar í Suðuroynni

Kommunurnar hava gjørt avtalu um FSA - føroyskt sum annaðmál fyri vaksin

Umboð fyri fimm av teimum sjey kommununum, saman við samskiparanum av FSA. Frá vinstru Lív Næs, saksmipari, Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri Tvøroyri, Ása Holm, borgarstjóri í Porkeri, Delmar Tausen borgarstjóri í Hovi, Niels Olaf Eyvindsson, býráðslimur í Hvalba og Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági Hesi vanta á myndini Eyðbjørn Thomsen borgarstjóri Sumba og Jóannes Lisberg borgarstjóri í Fámjin.
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tær sjey kommunurnar í Suðuroynni eru samdar um at í felag bjóða út undirvísing í føroyskum máli og mentan til tilflytarar, heldur enn at skipa fyri hesum hvør sær.

Í gjár var samstarvsavtala hesum viðvíkjandi undirskrivað á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri.

Samastarvsavtalan er komin í lag í samráð við Uttanríkis og Mentamálaráðið, og er galdandi frá 1. oktober 2022 til 1. oktober 2026 ella til nýggj lóggávu verður givin á økinum.  Avtalan kann tó sigast upp við átta mánaða ávaring.

Kommunurnar vóru umboðaðar av: Anitu Vibergsdóttir varaborgarstjóra í Tvøroyri, Ásu Holm borgarstjóra í Porkeri, Delmar Tausen borgarstjóra í Hovi, Niels Olaf Eyvindsson býráðslimi í Hvalba og Bjarni Johansen borgarstjóra í Vági. Eyðbjørn Thomsen borgarstjóri í Sumba og Jóannes Lisberg borgarstjóri í Fámjin høvdu forfall, men høvdu fráboða, at teir taka undir við avtaluni, skrivar heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu.

Í samstarvsavtaluni er avtalað at halda áfram við at bjóða góð tilboð í máli og mentan til tilflytarar, sum Tvøroyrar kvøldskúli hevur gjørt í nøkur ár í góðum samstarvið við undirvísarar úr Hvalbiar og Vágs kvøldskúla. Avtalað er, at allar kommunur lata hølir til undirvísing, og at tilboðið fevnir um undirvísing upp til 40 næmingar. Undirvísingin er longu byrjað, og varðir henda í umleið 30 vikur. Undirvísingin endar við próvtøku og er førleikagevandi til víðari lestur.

FSA 

Føroyskt sum annaðmál fyri vaksin (stytt FSA) er undirvísing í føroyskum máli og kunning um føroyska mentan og samfelag fyri vaksnar tilflytarar, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál.

Tað verður Tvøroyrar kvøldskúli við Lív Næs sum leiðara, ið framhaldandi verður at samskipa FSA í Suðuroynni, og avtalan inniber, at allar kommunur binda seg at rinda til FSA samstarvið, 10 krónur pr. borgara í kommununi, ið skal fíggja umsitingina og samskipanina av FSA í Suðuroynni.

Uttanríkis- og mentamálaráðið varðar av FSA og ber allan kostnaðin fyri sjálva undirvsingina, og hevur ráðið játtað 550 tímar til undirvísing í árog 550 tímar til undirvísing í 2023 galdandi fyri FSA í Suðuroynni.

Í námsætlanini fyri FSA stendur m.a. at:

- At duga eitt mál fevnir um hesar førleikar: at skilja onnur, at tosa skilligt og nøkulunda neyvt og flótandi, og at lesa og skriva. Hesir førleikar verða mentir við at arbeiða miðvíst við serliga munnligum, men eisini skrivligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum.

- Næmingurin skal frá fyrsta degi venjast við at fáa góða úttalu, at lurta og at skilja, at tosa og skifta orð, og sum frá líður at bera fram egnar hugsanir og metingar.

- Yvirskipaða endamálið við FSA undirvísingini er, at tilflytarar, ið flyta til Føroyar koma at kenna seg sum integreraðan part av samfelagnum og kenna seg viðurkendar á arbeiðsmarknaði og í felagslívi annars. Og at tilflytari gerst førur fyri at fullnýta ta útbúgving og teir førleikar, sum tilflytari hevur úr heimlandi sínum.

- Dentur skal leggjast á, at tilflytari ikki upplivir at vera fyri mannamuni ella mismuni, og at tilflytari fær amboð og førleikar at gerast samborgari í Føroyum á jøvnum føti við føroyingar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2022

34 Leygardagur 01. oktober 2022

Brúgvin um Sandá sett í upprunastand

Brúgvin verður nú ein fagurfrøðiligur partur av kommunalu gøtuskipanini, sum einans er fyri gangandi og súkklandi

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Gamla brúgvin um Sandá úti í Havnardali er nú sett í upprunastand, og varð týsdagin latin almenninginum til fría nýtslu. Brúgvin verður nú ein fagurfrøðiligur partur av kommunalu gøtuskipanini, sum einans er fyri gangandi og súkklandi.

Á lítlari samkomu segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at tað er stuttligt at hugsa sær, at hendan brúgvin tíðliga í tíðini var partur av  einum av høvuðsvegunum í Føroyum, sum bant saman eystara og vestara part av landinum.

Tey gomlu vóru von at ganga ella ríða um áir – enntá at koyra tvørturum við hestavognum – men her úti var ofta ógjørligt at koma tvørturum. Pløyen vildi tí hava brúgv og fekk stuðul úr Økonomisk Fond for Færø Amt, og í 1844 var tíðin komin at seta hol á fyrstu samferðsluútbyggingina í Føroyum.

Argjamenn høvdu sjálvir bygt eina brúgv longri niðri í 1835. Løgtingið yvirtók Økonomisk Fond í 1852, og tá vórðu tilsamans seks brýr roknaðar sum landsbrýr – harav brúgvin um Sandá var tann eina.

Gomlu landsvegirnir og brúgvarnar, sum hoyrdu til, vóru nóg góðar til alla vanliga ferðslu nakað inn í 20. øld, men tá ið fyrsti bilurin stóð á Kongabrúnni í mai 1922, var greitt, at neyðugt var at endurnýggja vegakervið.

Tað var tá, at kommunan fór undir at gera Velbastaðvegin til koyriveg, og fyrstu strekkini av vegnum vórðu boðin út i 1923.

Í 1925 var túrurin komin til at gera nýggja brúgv um Sandá. Arbeiðið varð boðið út í apríl 1925. Johannes Simonsen, Óli Arge, Chr. Jensen í Kvívík, Jacob Christiansen og Vilhelm Samuelsen bjóðaðu uppá arbeiðið.

Vilhelm Samuelsen, sum seinni fekk sær eftirnavnið Tórsheim, hevði lægsta boð og vann útbjóðingina. Hann bjóðaði sær til at byggja brúnna fyri íalt 12.487 krónur.

Hann skuldi tí standa fyri arbeiðinum, og 10. juni 1925 lýsti hann í bløðunum eftir røskum arbeiðsmonnum at arbeiða fyri seg hetta summarið.

Tingakrossur visti í oktober 1926 at siga, at umsíðir var koyringin millum Tórshavn, Velbastað og Kirkjubø komin í rættlag aftur, nú brúgvin var heilt liðug.

Tingakrossur fegnaðist samstundis um, at “Brúgvin sigst nú at skula halda til ævigar tíðir”. Og hon stendur í øllum førum enn, skjótt 100 ár seinni.

Tá ið brúgvin var reist, fór nógv ferðing vestur í Vágar eftir hesari leiðini, men tann ferðingin steðgaði, so hvørt sum samferðslumøguleikarnir bøttust aðrastaðni.

Í 1980-árunum varð havnin í Gomlu rætt bygd at gera tað høgligari at ferðast í Sandoynna. Tí varð brúgvin í 1988 styrkt við einum betongdekki, og autoverja varð sett á hana, so brúgvin kundi halda til nógv øktu og tyngdu ferðsluna.

Ferðslan um gomlu brúnna steðgaði í 2004, tá ið nýggja farleiðin um Velbastaðháls var tikin í brúk.

- Vit meta brúnna at hava siðsøguligt virði fyri kommununa sum bygningsverk og sum minnisvarði um grótlaðarahandverkið, sum ikki er vanligt í dag. Tí hevur Tórshavnar kommuna valt at seta brúnna aftur í upprunastand, segði borgarstjórin.

Arbeiðið at umvæla brúnna byrjaði á heysti í 2019.

- Eg skal gera vart við, at girðingarnar á brúnni eru sambært krøvum og standardum, sum vóru galdandi í 1925. Girðingarnar eru opnari enn vanligt er í dag, og tí er neyðugt at vísa serlig atlit í sambandi við gongd og súkkling á brúnni. Øll ferðsla á brúnni er tí uppá egna ábyrgd.

- Góð ráðini eru tí at ganga mitt eftir brúnni. Farið ikki út til rekkverkið ella kantsteinarnar og leiðið børnini.

- Tað er okkara tekniska fyrisiting, sum hevur fyrireikað arbeiðið, Sp/f Ráð hava havt prosjektering og byggileiðslu um hendi og Søvn Landsins hava verið ráðgevar. Fyrra byggistig gjørdi articon og seinna J&K Petersen, segði Heðin Mortensen á  samkomu týsdagin.

[object Object]
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

[object Object]
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2022

35 Leygardagur 01. oktober 2022

70 nýggjar íbúðir og tryggari havn

Nýstovnað byggifelag skal byggja íbúðir sunnan fyri Svangaskarð – grótið skal brúkast til at leingja grótverjuna á Oyrum

(Mynd: nes.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nes kommuna hevur gjørt avtalu við nýstovnaða byggifelagið, Spf. Skákið við Høgna Petersen, Saltnes, um keyp av lendi til at byggja upp til 70 íbúðir á einum øki við Regnavegin, beint sunnan fyri stadionøki á Svangaskarði.

Talan er um eitt øki á 8.800 fermetrar.

Á bygdaráðsfundi mánakvøldið varð samtykt at selja stykkið, treytað av at kommunan eigur grótið.

Grótið skal brúkast til at leingja grótverjuna á Oyrum. Í summar samtykti býráðið at taka av einum tilboði frá byggifelagnum RTS um at leingja grótverjuna við 80 til 90 metrum.

Men tá varð avgerð ikki tikin um, hvørt grótið skuldi spreingjast úr bakkanum norðan fyri saltsøluna, ella takast frá økinum, sum er ætlað til íbúðabygging.

Við avtaluni við Spf. Skákið er sostatt avgjørt, at seinna loysnin verður brúkt.

Nes kommuna skrivar á heimasíðuni, at henda verkætlanin tilsamans fer at kosta kommununi um 13 milliónir krónur.

- Nes kommuna metir, at hetta er ein spennandi verkætlan, sum fær kyrru í Oyrahavnina og leggur lunnar undir eina byrjan til at gera Oyrarnar til eitt miðstaðar- og trivnaðarøki, skrivar nes.fo. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2022

36 Leygardagur 01. oktober 2022

Føroya Arena stendur liðug í januar 2025

Byggisáttmálin um stórhøllina Føroya Arena varð undirskrivaður í vikuni

Fv: Jógvan Emil Nielsen, skrivari, Tróndur Sigurðsson, limur í bygginevndini, Guðrið Højgaard, nevndarlimur og næstforkvinna, Annika Olsen, nevndarlimur, Heðin Mortensen, formaður í nevndini, Elin Heðinsdóttir Joensen, nevndarlimur, og Tummas Justinussen, limur í bygginevndini
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Talan er um ein heildararbeiðstøkusáttmála millum sjálvsognarstovnin Føroya Arena og Articon um bygging av eini stórhøll fyri 243 milliónir krónur.

Prosjekteringin er farin í gongd og sambært avtaluni verður farið at gera lendissarbeiðið longu fyri jól. Sambært tíðarætlanini skal Føroya Arena standa liðug í januar 2025. Vónandi áðrenn.

Føroya Arena hevur eina grundvídd upp á umleið 4.600 fermetrar. Bygningurin er í trimum hæddum við einari samlaðari gólvvídd uppá umleið 8.350 fermetrar.

Føroya Arena kann sostatt væl hýsa landsdystum hjá A-landsliðunum í hondbólti eins og landsdystum og altjóða kappingum hjá flestøllum innandura ítróttagreinunum í Føroyum.

Talan er um ein bygning, sum er lætt broytiligur, skilt soleiðis, at tað er lætt og skjótt at broyta uppseting frá venjingarhøll til ein landsdyst, til eina konsert ella eitt samfelagsmøti.

Samanumtikið fer Føroya Arena at bjóða øllum føroyingum til tiltøk av alskyns slag og lyfta støðið fyri upplivingarmøguleikum í Føroyum – øllum borgarum í landinum til gleði og gagns.

Tað ber eitt nú til at hava eina fulla venjingarhøll hóskvøld, ein A-landsdyst í hondbólti fríggjakvøld, eina stóra konsert leygarkvøld og eitt samfelagsmøti sunnudag. Hetta merkir eisini, at virksemið gerandisdagar ikki verður stórvegis ávirkað av størri tiltøkum í vikuskiftunum.

Til hondbóltsdystir verða umleið 2.700 sitipláss, til konsertir um 3.600 sitipláss ella 4.600 standipláss.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2022

37 Leygardagur 01. oktober 2022

Fjøruvegurin í Rituvík verður gjørdur

Talan er um at bøta um atkomuna frá høvuðsvegnum og oman til Rituvíkar kirkju

(Mynd: runavik.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Runavíkar kommuna hevur gjørt avtalu við tveir arbeiðstakarar um at beta um Fjøruvegin í Rituvík. Talan er um vegateinin frá høvuðsvegnum og oman til Rituvíkar kirkju.

Heimasíðan hjá Runavíkar kommunu skrivar, at tveir sáttmálar vórðu gjørdir hesum viðvíkjandi í gjár.

Rúni Petersen, Spf. JHR Entreprenørar, og borgarstjórin undirritaðu sáttmála um gerð av støðuplássi v.m. við kirkjuna. Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum avgrevstur, brekking/spreinging og burturkoying. Gerð og uppfylling av parkerings øki við kantsteinum, grótlaðing og skráum. Avvatning við vegbrunnum- og ristum og rørarbeiði. Avvatning við rørum av økinum omanfyri. Regnvatnsrør skulu eisini leggjast um Fjøruvegin til eina á í økinum. Ljósmastrar skulu takast niður og aðrar setast upp við fundamentum og kaðalarbeiði. Gøtan í økinum skal flytast nakað og stik og stálportur skulu setast upp í hesum viðfanginum.

Hin sáttmálin var gjørdur við Eyðun Magnussen, Spf. Kreton. Hesin snýr seg um asfaltering av økinum frá avkoyringini frá høvuðsvegnum oman í túni framman fyri kirkjuna.

Alt arbeiði skal vera liðugt seinri í ár, skrivar runavik.fo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2022

38 Leygardagur 01. oktober 2022

Klaksvíkar sløkkilið fingið nýggjan stigabil

Nýggi bilurin hevur nógvar hentleikar, eitt nú røkkur stigin 30 metrar, og hetta fer at gera arbeiðið hjá sløkkiliðnum bæði lættari og tryggari

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mánamorgunin kom nýggi stigabilurin hjá Klaksvíkar Sløkkiliðið til Klaksvíkar.

Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari, er sera fegin um nýggja bilin. Hann greiður frá, at bilurin er sera framkomin.

Nýggi bilurin hevur nógvar hentleikar, eitt nú røkkur stigin 30 metrar og fer hetta at gera arbeiðið hjá sløkkiliðnum bæði lættari og tryggari.

- Við nýggja stigabilinum verður møguligt at koma longur upp í hæddirnar, harumframt rúmar kurvin í stiganum upp til fimm fólk og eisini ber til at flyta fólk í børu. Somuleiðis hevur kurvin ljós, og harvið kunnu vit fáa betri yvirlit í eini skaðastøðu. Bilurin hevur eisini eina fjarstýrda vatnkanón.

Karl Johansen, borgarstjóri, er somuleiðis væl nøgdur við nýggja bilin.

- Seinastu árini hava vit fingið fleiri størri bygningar í kommununi. Eg kann nevna nýggja skúlan, Varpið og Biskupstorg, umframt fleiri virkisbygningar. Hetta setur krøv til tilbúgvingina í norðurøkinum og tí er neyðugt við einum tílíkum bili í flotanum hjá sløkkiliðnum.

Klaksvíkar býrað samtykti í 2021 at keypa nýggjan stigabil til tilbúgvingina í Norðoyggjum. Samlaði kostnaðurin fyri stigabilin er í alt 5,6 mió., sum verður deilt millum kommunurnar í Norðoyggjum. Parturin hjá Klaksvíkar kommunu 4,7 mió, skrivar kommuann á heimasíðuni.

[object Object]
Karl Johansen, borgarstjóri, og Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2022

39 Leygardagur 01. oktober 2022

Rennibreytin í Klaksvík tikin í nýtslu í dag

Klokkan 11 verður almenn móttøka í sambandi við at rennibreytin og nýggja ítróttarøkið á Másheygi verður tikið í nýtslu

(Mynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í dag klokkan 11 verður almenn móttøka í samband við, at rennibreytin og nýggja ítróttarøkið á Másheygi í Klaksvík verður tikið í nýtslu.

Tey, sum halda røðu, eru Karl Johansen, borgarstjóri, umboð fyri Treysti og FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya). Eisini luttekur Klaksvíkar hornorkestur við hugnaligum tónum.

Eftir hátíðarhaldið bjóðar Klaksvíkar kommuna kaffi og okkurt søtt. Rennibreytin verður opin fyri almenninginum frá á middegi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2022

40 Leygardagur 01. oktober 2022

Elsti kontórbygningur í landinum letur dyrnar upp

Í 2021 varð hol sett á stórt arbeiði at endurnýggja og seta bygningin í stand

(Mynd: Íverksetarahúsið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Elsti kontórbygningur í Føroyum, lat mikudagin dyrnar upp aftur fyri almenninginum.

Tá bygningurin á Garðavegi 57 í Klaksvík fyrstu ferð lat dyrnar upp í 1943, slóðaði Kjølbro fyri. Vaksandi virksemi hjá fyritøkuni hjá Kjølbro setti onnur og størri krøv, sum hevði við sær, at Kjølbro lat stóra kontórbygningin á Garðavegnum byggja. Talan er sostatt allarhelst um Føroya elsta veruliga kontórbygning. Nógv virksemi hevur verið í hesum bygninginum, ígjøgnum ár og dag, og í dag húsast Íverksetarahúsið har.

Ímeðan bygningurin enn stendur sum ein varði og súmbol fyri slóðbrótandi virksemið hjá Kjølbro, syrgir Íverksetarahúsið tí fyri virkseminum í dag. At júst Íverksetararhúsið húsast í bygninginum, er tí náttúrligt, tá júst hesin stovnurin slóðar fyri og leggur lunnar undir virksemi hjá íverksetaraspírum úr øllum landinum. 

Tíðarinnar tonn hevur, eisini í hesum bygninginum, sett síni spor. Í 2021 varð hol tí sett á eitt stórt arbeiði at endurnýggja og seta bygningin í stand. Í løtuni leggja arbeiðsfólkini seinastu hond á hetta arbeiðið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2022

41
Leygardagur 01. oktober 2022

Hátíðarhald fyri føroyskari sjómansmissión í Íslandi í 100 ár

Tiltøk verða um vikuskiftið á Ørkini í Reykjavík

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í samband við, at tað eru 100 ár síðani føroysk sjómansmissión byrjaði í Íslandi, verða hesi tiltøk á Ørkini nú um vikuskiftið:

Í dag, 1. oktober kl. 17 verður møti við søguligari frágreiðing í orðum og myndum; nátturði við føroyskum viðskera og hugnaløta. Símun P. Jacobsen, formaður og Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, luttaka.

Í morgin, 2. oktober kl. 14 verður gudstænasta við Jógvani Fríðrikssyni, biskupi, í Háteigskirkju, Háteigsvegur 27 í Reykjavík.

Eftir gudstænastuna verður drekka á Ørkini. 

Søgan byrjaði í 1922
Tað var í 1922, at fyrsti útsendingurin frá føroyskari sjómansmissión varð sendur til Íslands at virka millum føroyskar sjómenn. Tað var Absalon Joensen, prestur, á Nesi, sum á sumri 1922 var á Eysturlandinum, har føroysk skip fiskaðu ta tíðina, og av og á komu í íslendskar havnir. Hann var eisini har sumrini 1923 og í 1924.

Várini 1923 til 1934 var Alfred Petersen, trúboðari í Reykjavík, og virkaði millum føroyskar sjómenn. Johan Hans Simonsen, trúboðari, var eisini sendur til Íslands, og vitjaði hann føroysk skip, sum komu í havnir á Eystur- og Norðlandinum, sumrini 1924 til 1934.

Teir samstarvaðu við íslendskar kirkjumenn og høvdu møtir, andaktir og gudstænastir í leigaðum hølum. Eisini vitjaðu teir umborð á føroysku skipini, hjálptu til við ymiskum praktiskum og vitjaðu føroyskar sjómenn, sum lógu á sjúkrahúsum.

Nógvir sjómenn
Nevnast kann, at í tveir mánaðir um várið 1923 vóru 70 føroysk skip inni á Reykjavík og trý á Hafnafjørðinum. Alfred og Johan Hans skriva, at í 1927 vóru umleið 3.000 føroyskir fiskimenn í sjey mánaðir av árinum undir Íslandi og aðrastaðni.

Teir upplivdu eisini sera daprar hendingar, sum t.d., tá sluppin Anna av Toftum fór á land á Suðurlandinum í 1924 og allir 17 menninir sjólótust. Í 1928 kom eldur í sluppina Acorn og fleiri av manningini doyðu. Tá, sum altíð, var gott við føroyskum trúboðara á staðnum.

Í seinnu helvt av 1930-unum vóru trúboðarar bæði í Reykjavík og á Norðlandinum. Undir krígnum 1940-45 var eingin útsendingur frá Føroysku sjómansmissiónini í Íslandi.

Tóku arbeiðið uppaftur eftir kríggið
Fleiri vár í 1950-unum var Hans Jákup Ellingsgaard, trúboðari, sendur av Kirkjuliga missiónsfelagnum til Vestmannaoyggjar. Nøkur vár í 1960-unum og í 1970-unum var Esmar Jacobsen, trúboðari, í Vestmannaoyggjum.

Síðst í 1940-unum og í 1950-unum vóru fleiri menn í Reykjavík fyri Føroysku sjómansmissiónina. Nevnast kunnu J.H. Simonsen; Meinhard- og Sørin Hansen; Múller Petersen og Henry Andreassen.

Sjómansstova og sjómansheim
Í 1957 var Sjómansstovan í Skúlagøtu bygd og tikin í nýtslu í 1958. Tá fingu føroyingar sítt egna hús at arbeiða í og út frá. Eftir tað var tað serliga Jóhan Olsen sjómanstrúboðari, sum myndaði arbeiðið á Reykjavíkarleiðini.

Í 1975 var farið undir at byggja sjómansheimið Ørkina, sum varð vígd 2. juni 1991. Ymisk fyristøðufólk hava verið har, bæði føroysk og íslendsk. Eftir førimuni hava tey roynt eisini at virka millum føroyskar sjómenn, samstundis, sum føroyski sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen og onnur hava vitjað av og á og havt møtir og vitjað sjófólk og onnur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2022

42 Leygardagur 01. oktober 2022

Tilgjørdar myndir á Listasavninum

Spurningurin er, hvussu kendastu listafólkini í søguni høvdu málað málningarnar, um tey vóru stadd í Føroyum

Føroyar sambært P. S. Krøyer?
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ímynda tær, hvussu Føroyar høvdu sæð út, um tær vórðu avmyndaðar av størstu listafólkunum í søguni?

Henda spurning hevur Listasavnið sett heimsins mest framkomna tilgjørda mynda-vitleika (artificial intelligence).

Sum fyrsta almenna listasavn nakrantíð letur Listasavnið upp framsýning, har myndirnar eru gjørdar við eftirgjørdum vitleika.

Framsýningin er gjørd av spildurnýggju AI skipanini ‘Midjourney’, og er bygd á spurningin, hvussu høvdu heimsins fremstu listafólk málað Føroyar?

Framsýningin, sum ber heitið ”/Imagine the Faroe Islands”, lat upp hósdagin, og fevnir um 40 myndir. Á framsýninginifáa gestirnir høvi at skapa egnar myndir á skíggjum, sum eru settir upp í Listasavnium.

Við støði í orðum, sokallaðum prompts, skapar tann eftirgjørdi intelligensurin digitalar myndir.

Skipanin greinar, við hjálp frá algoritmum, tey inntøppaðu orðini, og samanber milliardir av myndum.

Fyri at skapa eina einstaka mynd verða óendalig tøl av líkningum brúkt til at seta saman myndevni, stílslag og val av liti.

Hvat er eftirgjørdur mynda-intelligensur?

Eftirgjørdur intelligensur hevur verið brúktur at skapa myndir síðani mitt í 1950’unum. Tá vóru tað í høvuðsheitum granskarar, sum brúktu tøknina, men í dag er hon nógv meira atkomulig. Samstundis sum algoritmurnar gerast neyvari, so eru alsamt fleiri pallar, sum útvega myndageneratorar, ið eru grundaðir á eftirgjørdan intelligens.

Tøknin frá teirri sokallaðu “fjórðu ídnaðarkollveltingini” mennist so skjótt, at tá henda framsýning letur upp, eru nýggj tøknifrøðilig frambrot mest sannlíkt longu á veg.

Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavninum, sigur um framsýningina:

- Gestirnir á framsýningini kunnu síggja myndir, sum ímynda føroysku náttúruna, bygdir og djór tulkað av eftirgjørdum mynda-intelligensi við íblástri frá Michelangelo, Rembrandt, Van Gogh, Geogia O’Keeffe, Anna Ancher og øðrum. Tað er enn rættiliga nýtt at kunna gera myndir við AI, men hetta er ein tøkni, sum er í sera skjótari menning, og sum skjótt fer at vera atkomulig hjá øllum.

- Framsýningin setur tí avbjóðandi spurningarnar, hvat ger eina mynd til list, hvar gongur markið fyri tøkniligari uppíblandan í list, og hvussu fer hetta slagið av talgildari list at ávirka, bjóða av og broyta verandi listaumhvørvið. Á Listasavninum bjóða vit menningini vælkomnari og bjóða til framsýning, har gestirnir kunnu skapa egin verk við íblástri frá stóru meistarunum í listasøguni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2022

43 Leygardagur 01. oktober 2022

Taka samstarvið uppaftur við Trondheim Calling

Samstarvið millum G! Festivalin, Faroe Music Export og norska festivalin verður tikið uppaftur, og í februar næsta ár fara Dania O. Tausen, Horrse og Greta Svabo Bech at framføra á viðurkenda festivalinum, sum tíverri mátti avlýsast fyrr í ár vegna koronu

Greta Svabo Bech (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tíðliga í ár skuldu Dania O. Tausen, Horrse og Greta Svabo Bech spæla á tí viðurkenda festivalinum Trondheim Calling, men tær táverandi koronuavmarkingarnar í Noregi forðaðu tíverri fyri, at fáa festivalin settan í verk. Faroe Music Export (FMX) boðar nú frá, at samstarvið verður tikið uppaftur, og verða øll trý tónlistafólkini á festivalinum í 2023.

– Longu í 2020 birtist hugskotið um at fáa ein nýggjan form fyri avtalu við Trondheim Calling, har eitt ávíst tal á føroyskum tónlistafólkum skuldi fáa pláss á festivalinum, og Føroyar og okkara tónleikapallur skuldi fáa góða umboðan bæði fyri og eftir festivalin. Samstundis skuldi G! Festivalurin kjósa sær ein favoritt frá Trondheim Calling, ið fær pláss á festivalinum í Gøtu summarið eftir.

– Tað tók, sjálvsagt við alheimsfarsóttini í huga, nøkur ár at byggja ætlanina uppaftur, men í februar 2023 verður samstarvsætlanin endiliga framd í verki fyri fyrstu ferð, og í dag eru Dania O. Tausen, Horrse og Greta Svabo Bech almannakunngjørd sum føroysk tónlistafólk á Trondheim Calling 2023, skrivar FMX.

Festivalurin fær norðurlendskt fokus, og umframt at vera umboðaðar við trimum tónlistafólkum vera føroysk umboð við í almennum orðaskifti, á pallborðsfundum og umboðsskránni.

[object Object]

Thomas Ryjord, dagligur leiðari hjá Trondheim Calling, er sera fegin um tað komandi samstarvið:

– Vit eru rættiliga hugtikin av tí stigi, sum føroysk tónlistafólk virka á við sínum fjøltáttaðu føroysku tónleikaskrá, og vit eru sera fegin um, at Horrse, Dania O. Tausen and Greta Svabo Bech koma á Trondheim Calling 2023. Vit vóru á G! Festivalinum í summar og høvdu eina ta bestu festivaluppliving yvirhøvur. Heimurin fer at vera eitt betri stað við meira føroyskum tónleiki og føroyskum blíðskapi!

Glenn Larsen, stjórin í FMX sigur, at tað er nakað, tey hava arbeitt við leingi.

– Tað var eitt ógvisligt bakkast hjá okkum øllum, tá ið koronan fór at herja og beindi fyri hesum møguleikanum í ár, men nú eru vit fult motiverað til at taka henda fína møguleikan í 2023. Trondheim Calling er ein hollur og góður festivalur við mongum norðurlendskum umboðum og stórari áhoyrarafjøld og er ikki minst eitt frálíkt møtipláss hjá okkara føroysku tónlistafólkum og møguligu samstarvsfeløgum.

Um Trondheim Calling
Trondheim Calling er ein tann størsti vinnuligi tónleikapallurin í Noregi. Her koma nógv nýggj tónlistafólk fram á leiðini móti einum gjøgnumbroti. Tiltakið er í tveimum og er skipað sum ein musikkfestivalur um kvøldið og um dagin ein ráðstevnu fyri tónlistafólk og tónleikavinnu. Festivalurin savnaði meira enn 7.000 vitjandi í 2020.

Trondheim Calling er í 2023 frá 9. til 11. februar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2022

44 Leygardagur 01. oktober 2022

Til minnis um Sneppuna

Undanfarna vikuskiftið varð minnispláta sett upp við Snepputoft í Hamrabyrgi

 
SkrivaÐ:

Innsent

Undanfarna vikuskifti var hátíðarhald við Snepputoft við Hamrabyrgi í Suðuroy. Hetta í sambandi við at ein pláta varð sett upp til minnis um Sneppuna, síðsta fólkið sum livdi eftir í bygdini eftir at hon varð rakt av sóttini.

Stigtakari til at fáa sett upp eina minnisplátu um Sneppuna við Snepputoft er Rakul Sumberg Dahl.

Hon segði soleiðis í røðu síðni í sambandi við hátíðarhaldið í Hamrabyrgi undanfarna vikuskiftið:

Hesin dagur og dagarnir upp til nú hava verið sermerktir fyri meg; millum annað tí tað var mangan, at eg var í iva, um hetta fór at rigga - og so tað, at hetta hevði eg aldrin fingist við fyrr.

Men dagurin er eisini sermerktur og hevur stóran týdning fyri søguna hjá Víkarbyrgi og Hamrabyrgi; tvær bygdir, sum nú eru útdeyðar - Víkarbyrgi sum tann síðsta.

Tá ið ein hugsar um søgur úr fornaði tíð, er Víkarbyrgi ikki akkurát tann fyrsta bygdin, ein hugsar um. Vónandi førir henda minnisplátan til, at ljós aftur verður varpað á hesar bygdir, sum í sínari tíð vóru stórslignar.

Tað er eisini henda lítla bygd, sum húsar søguna um Sneppuna; kvinnuna, ið svartideyði fekk so villa og stygga, at hon ikki kom útaftur millum fólk.

Men hvør var henda kvinna? Og hvussu kann tað vera, at hon sum einasta kvinna júst hasa tíðina kann hava hórað undan eftir slíka ógvisliga lagnu?

Lítið og einki er skrivað um hesa kvinnu, so tað, eg beri fram her fyri tykkum í dag, er bert mín hugleiðing.

Tað, ið byrjaði sum ein tanki í 2020, tá ið okkara egna “sóttin mikla" breyt út, er nú veruleiki. Tað var tá, eg veruliga fór at hugsa um Sneppuna, og hvussu hon man hava havt tað, meðan deyðin leikaði í rundan um hana. Ímeðan verðin í okkara tíð
helt ondini, og vit øll fingu harraboð um at halda okkum heima og vera “saman hvør sær”, gekk Sneppan her til sín síðsta dag - meðan orðini "stygg" og "vill"; lýstu hana.

Sneppan hevur livað á mannamunni líka síðan tá.

Tað eru ikki nógvar kvinnur í Føroyum, sum hava fingið minnisplátu ella varða. Tí fall tað mær til tankar at seta Sneppuni eitt varandi minni. Og tað eru tað fleiri grundir til: Nettupp tí Sneppan var ein "hon", og hartil tí hon hvørki var valdmikil í vinnu og politikki ella fyri alt tað skrivandi, sum ofta verður hevjað av berum vana.

Tað er upp til ein og hvønn, hvussu tey vilja síggja hana; hesa villu kvinnu. Men Sneppan var sum sagt ein, ið hvørki bar fín ella flott heiti - og valla hevur hon verið av aðalætt.

Tað er nokk eisini tí, at eg síðan smágenta var so drigin at søguni um Sneppuna. Søgan um hana er so sterk eins væl og mátin, hon bardi seg gjøgnum lívið. Og so tað, at hon yvirlivdi hóast fullkoma útihýsing og einsemi. Tað er eitt nú tað, sum henda pláta kann minna okkum á: At tað lítla og veika sigrar til síðst. 

Nú er Sneppan komin heim. Hervið eru bæði søgan um hesa kvinnu og ein partur av Føroya søgu vard. Tað var tað, sum alla tíðuna var mítt ynski.

Einki av hesum hevði borið til uttan hjálp frá eini rúgvu av fólkum.

Eli Poulsen, sum hevur lagt mær nógvar søgur um Víkarbyrgi í minni, er ein. Tað var eftir samrøður við Eli, Høgna Mohr og Aksal Poulsen, sála, at eg veruliga fekk mót uppá at fremja hesa ætlan. Hesir menn høvdu allir eina jaliga viðmerking og
meintu, at hetta avgjørt var vert at útføra.

Hans í Líðuni, sáli, var eisini fúsur alt fyri eitt. Eg vil næstan siga, at áðrenn vit høvdu fingið lagt hornið á eftir fyrstu samrøðina, var hann farin undir at tekna og gera plátuna. Amboðini hevði hann á lemmavirkinum, Rock. Tað tók ikki leingi, so var fyrsta tekningin gandað fram, og hevði Sneppan tá fingið eitt andlit.

Niels Petur Nolsøe er skaldið handan ørindið, sum lýsir Sneppuna og hennara lagnu.

Lagnan vildi, at Hans ikki skuldi síggja endaliga úrslitið. Men Rock við Petur Symphor Kjærbæk læt ikki verkið fara fyri skeytið. Har tóku teir beinanvegin undir við at fáa plátuna lidna. Til alla lukku hevði Hans biðið Allan Bjarnason um
hjálp. Allan hevur skorið, fínskorið, dragsað, pussað og sett upp! Og aftan á, at Tjóðsavnið setti okkum eina bremsu á eitt bil, hevði Allan tol og vilja at gera plátuna sambært krøvunum hjá Tjóðsavninum.

Alt arbeiðið, sum Rock hevur gjørt, hevði als ikki verið møguligt uttan allan stuðulin frá Lions Club Suðuroy. Tað var mær ein sera rørandi løta, tá ið eg bleiv uppringd av forsetanum hjá Lions, Jens Petur Brattalíð. Hann segði, at teir einmælt høvdu samtykt at stuðla mær við øllum útreiðslum til minnið um Sneppuna.

Hagapartin, vit standa í, eigur Magni Eystan Á. Her høvdu vit ikki staðið í dag uttan Magna. Longu eftir fyrstu samrøðu játtaði hann, at plátan kundi evnast og setast her. Hjartans takk fyri tað, Magni!

Johan Eli Poulsen úr Sandvík vildi fegin verða við í dag, men hann er ikki heima. Hann vildi bera hesa heilsu og yrking: 

Her sitið eg eina, 
hvønn dag aleina, 
fólkið torir ei í nánd 
tey halda, eg eri ónd.

Tó so má eg ikki svong sita, 
tí tey ofta tveita mær ein bita, 
av kjøti tí besta, 
ið stimbrar sálina reysta.

Ja, sóttin svarta, 
tú meg mátti harta,
her siti eg eina og kúri, 
enn fyri tær eg stúri.

Fólkið skilir ei, eg skíggi tey, 
tí øll uttan um meg eru deyð, 
men tað er sóttin, ið meg ræðir, 
fólkinum onki bagir. 

Guðrið Patursson tók myndirnar

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2022

45 Leygardagur 01. oktober 2022

Missa síni kongaligu heiti næsta ár

Frá 1. januar kunnu børnini hjá Joachim prinsi, Nikolai prinsur, Felix prinsur, Henrik prinsur og Athena prinsessa ikki longur kalla seg fyri prins og prinsessu – Drotningin ynskir, at tey fýra ommubørnini í størri mun skulu kunna skapa teirra egnu tilveru uttan at verða avmarkað av teirra tilknýti til kongshúsið

Frá vinstru: Felix prinsur, Marie prinsessa, Joachim prinsur, Athena prinsessa, Henrik prinsur og Nikolai prinsur avmyndaði í sambandi við 50 ára hatíðarhald hjá drotningini fyrr í hesum mánaðinum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

1. januar 2023 missa børnini hjá Joachim prinsi síni heiti sum prinsur og prinsessa. Tað hevur Margreta drotning avgjørt.

Kongshúsið skrivaði í fráboðan mikudagin, at avgerðin hjá drotningini er í tráð við líknandi tillagingar, sum eru gjørdar í øðrum kongshúsum seinastu árini.

Joachim prinsur hevur fýra børn. Við fyrstu konu sínari, Alexandru greivafrú, hevur hann synirnar Nikolai prins og Felix prins, og við núverandi konuni, Marie prinsessu, hevur hann sonin Henrik prins og dótrina Athena prinsessu.

Frá 1. januar missa hesi heitini sum prinsur og prinsessa, men tey varðveita tó heitini sum greivar og komtessa av Monpezat. Tað var í apríl 2008, at Margreta drotning gav synunum, hjúnarfelagum teirra og børnum teirra heitini greivi, greivafrú og komtessa av Monpezat.

Í mai 2016 varð boðað frá, at Christian prinsur sum komandi kongur verður tann einasti av ommubørnunum hjá drotningini, sum fær apanasju, tá hann gerst vaksin, og avgerðin hjá drotningini um at taka kongaligu heitini frá børnunum hjá yngsta soni hennara er ein natúrligt framhald av hesum, skrivar kongshúsið.

– Hennara hátign drotningin ynskir við sínari avgerð at skapa karmar fyri, at tey fýra ommubørnini í størri mun kunnu skapa teirra egnu tilveru uttan at verða avmarkað av serligum atlitum og skyldum, sum eitt formligt tilknýti til kongshúsið sum stovn inniber.

Børnini hjá Joachim prinsi varðveita tó øll sítt pláss í arvarøðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2022

46 Leygardagur 01. oktober 2022

- Samleikin verður tikin frá børnum mínum

- Eg eri ógvuliga harmur yvir at síggja tey so kedd og óskiljandi um avgerðina

Joachim prinsur við konu og børnum, avmyndað í sambandi við 50 ára haldið hjá Margrethu drotning 11. september. Frá vinstru Marie prinsessa, Joachim prinsur og børnini Athena, Henrik, Felix og Nicolai, sum frá nýggjárinum ikki longur eru prinsessa og prinsar (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mikudagin bórust tíðindini um, at tey fýra børnini hjá Joachim prinsi frá á nýggjárinum ikki longur eru prinsar og prinsessur.

Í eini samrøðu við danska Ekstra Bladet dagin eftir, greiður yngri sonur Margrethu drotning frá, at hann og børnini eru ógvuliga hørm um avgerðina, sum drotningin hevur tikið.

Blaðið fangaði prinsin til eina stutta samrøðu á gøtuni uttan fyri donsku sendistovuna í Paris, har prinsurin býr.

- Eg fekk hetta at vita fimm dágar áðrenn tað varð kunngjørt. Til at fortelja børnum mínum, at á nýggjárinum verður samleikin tikin frá teimum. Eg eri ógvuliga harmur yvir at síggja tey so kedd og óskiljandi fyri avgerðini, sigur Joachim prinsur.

Mikudagin varð annars sagt frá kongshúsinum, at Joachim hevði havt kunnleika til avgerðina síðani mai mánaða.

Men hetta vísir prinsurin aftur í samrøðuni.

- 5. mai varð eg kunnaður um eina ætlan um at taka samleikan frá børnum mínum so hvørt, sum tey fylla 25 ár. Nú skal tað henda á nýggjárinum. Okkara yngsta, Athena, fyllir 11 ár í januar, svarar prinsurin, týðuliga merktur.

- Og so fekk eg fimm daga varsil, tá avgerðin varð framskundað.

Journalisturin hjá Ekstra Blated spyr eisini, hvussu henda avgerðin hevur hevur ávirkað viðurskiftina við mammuna, Margrethu drotning.

- Tað nýtist mær ikki at koma nærri inn á, er stutta svarið frá prinsinum.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2022

47 Leygardagur 01. oktober 2022

Nikolai prinsur: Skilur ikki avgerðina hjá ommuni

– Eg skilji yvirhøvur ikki, hví tað skal henda soleiðis, sigur elsti ommusonurin hjá Margretu drotning, sum stendur til at missa prinsaheitið 1. januar

Prinsarnir Nikolai og Felix saman við foreldrunum. Frá vinstru: Joachim prinsur, Felix prinsur, Alexandra greivafrú, og Nikolai prinsur (Mynd: Ritzau)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

23 ára gamli Nikolai prinsur, elsta ommubarn hjá Margretu drotning, sum saman við systkjum sínum stendur til at missa kongaliga heitið 1. januar, er sera keddur og vónbrotin um avgerðina hjá drotningini.

– Eg og øll mín familja eru sjálvandi sera kedd. Vit eru, sum foreldur míni eisini hava sagt, skelkað yvir hesa avgerðina, og hvussu skjótt tað í veruleikanum er hent, sigur hann í samrøðu við Ekstra Bladet.

– Eg skilji yvirhøvur ikki, hví tað skal henda soleiðis, sigur prinsurin, sum sigur seg vera eins ávirkaður av støðuni og pápin, og vil hann, eins og pápin, heldur ikki siga, hvussu hetta fer at ávirka samband hansara við Margretu drotning.

Nikolai prinsur leggur afturat, at hann hevur vitað av, at hann fór at missa kongaliga heitið, í eina lítla viku, og rakar tað hann uppaftur harðari, nú tað er komið alment fram.

Tað var mikudagin, at kongshúsið boðaði frá, at Nikolai prinsur, Felix prinsur, Henrik prinsur og Athena prinsessa fóru at missa kongaligu heitini 1. januar.

Lene Balleby, samskiftisleiðari hjá kongshúsinum sigur, sambært Ritzau, at tey skilja, at familjan er hørm um støðuna.

– Vit skilja, at nógvar kenslur eru uppá spæl í løtuni, men vit vóna, at ynskið hjá drotningini um at framtíðartryggja kongshúsið verður virt, sigur hon.

Mikudagin viðmerkti Margreta drotning eisini støðuna. Hon segði soleiðis:

– Tað er nakað, eg havi hugsað um sera leingi, og eg haldi, tað er gott fyri tey (børnini, red.).

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2022

48 Leygardagur 01. oktober 2022

Danmark: Næsta ár ber aftur til at ala mink

Statens Serum Institut hevur mett, at vandin við aling av minki ikki er so stórur longur, og hevur danska stjórnin tí tikið avgerð um ikki at leingja fyribils forboðið, sum fer úr gildi á nýggjárinum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Komandi ár verður aftur møguligt at ala mink í Danmark.

Á nýggjárinum fer fyribils bannið úr gildi, og avgerðin um at loyva minkaaling aftur er tikin í samráð við heilsumyndugleikarnar, sigur danski matvørumálaráðharrin, Rasmus Prehn.

– Forboðið móti minkaaling snúði seg bert um fólkaheilsuna, og nú hava heilsumyndugleikarnir mett, at vandin við aling av minki ikki er so stórur longur. Harvið er eingin orsøk til at leingja fyrbils forboðið, sigur hann sambært Ritzau.

Í sambandi við, at tað aftur verður loyvt at ala mink, verða fleiri smittufyribyrgjandi tiltøk eisini sett í verk. M.a. kanning av minkum, brúk av verndarútgerð og skeið í reinføri.

Uttan hesi tiltøkini, hevði ikki verið gjørligt hjá minkaalarum at byrja aftur, men eftir nakrar mánaðir kunnu tiltøkini kanska linkast, og verða tiltøkini eftirmett í vár, sigur Rasmus Prehn.

Tað er Statens Serum Institut, sum hevur mett, at tað er forsvarligt at loyva minkaaling aftur nú. Danska stjórnin gav í november 2020 boð um, at allir danskir minkar skuldu takast av døgum, av tí at eitt nýtt frábrigdi av koronu varð staðfest millum teir. Tað vísti seg tó, at danska stjórnin ikki hevði heimild at geva hesi boðini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2022

49 Leygardagur 01. oktober 2022

Ferðin eydnaðist - rúmdarfar rendi inn í rúmdarklett

Nú verður bíðað eftir um endamálið við ferðini er rokkið - nevniliga at fáa rúmdarklettin - asteroidina - at broyta kós

(Mynd: bbc)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eitt rúmdarfar, kallað Dart, frá amerikanska rúmdarfelagsskapinum, Nasa, rakti týsnáttina mál sítt, smágongustjørnuna Dimorphos. Nasa stroymdi hendingina beinleiðis.

Samanstoyturin var endamálið við ferðini. Arbeitt hevur verið við hesum í fleiri ár, og rúmdarfarið hevur verið á ferð í tíggju mánaðir.

Rúmdarfarið rakti smágongustjørnuna – asteroiduna – klokkan 00:16 týsnáttina við eini ferð á 22.530 kilometrar um tíman.

[object Object]

Endamálið var ein roynd at heimsins fyrstu sokallaðu planetarisku verjuskipan.

- Hetta er byrjanin upp á eitt nýtt tíðarskeið – eitt tíðarskeið, har vit nú hava møguleikan fyri at verja okkum móti móti himmallikamum, sum kunnu vera til stóran vanda fyri okkum á jørðini, segði Lori Glaze, leiðari fyri vísundadeildini hjá Nasa fyri AFP-tíðindastovuna.

Starvsfólkini hjá Nasa fegnaðust stórliga, tá rúmdarfarið rakti mál sítt.

Rúmdarfarið varð sent avstað í november í fjør, og hevur síðan havt kós móti Dimorphos, sum var stødd 11 milliónir kilometrar frá jørðini, tá samanstoyturin hendi. Dimorphos er ein rúmdarklettur, millum 120 og 150 metrar í diametur, sum sveimar í ringrás um ein annan munandi størri rúmdarklett, ið kallast Didymos.

Endamálið við øllum var at kanna, um møguleiki er at broyta kósina hjá stórum rúmdarklettum, við at lata eitt rúmdarfar renna beint á, skrivar Ritzau. 

Eygleiðingar gjøgnum stórar stjørnukikarar av jørðini skulu komandi tíðina vísa, um tað hevur eydnast at fáa rúmdarklettin at broyta kós.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2022

50
Leygardagur 01. oktober 2022

50 milliardir hvurvu úr norsku alivinnuni mikudagin

Orsøkin er ætlanin hjá norsku stjórnini at áleggja vinnuni fleiri skattir

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mikudagurin í hesi vikuni var ein serligur dagur hjá teimum, sum eiga í alivinnuni í Noregi.

Mikumorgunin sendi norska stjórnin út um, at hon hevur ætlanir um at leggja nýggjar skattir á norsku alivinnuna og eisini á feløg, sum framleiða alternativa orku.

Hetta fekk straks partabrøvini á Oslo Børs at lækka.

Norska vinnulívsblaðið Dagens Næringsliv skrivaði, at 50 milliardir krónur hvurvu úr alifyritøkunum á Oslo Børs henda dagin.

Fráboðanin frá stjórnini mikumorgunin ljóðaði, at ætlanin er at áleggja alivinnuni  skatt, svarandi til 3,8 milliardir norskar krónur um árið. Og tað eru tey fimm størstu feløgini, sum eiga tveir triðingar av hesi rokningini.

Tá Oslo Børs lat aftur seinnapartin, var partabrævið hjá Salmar lækkað 30 prosent, Lerøy Seafood 27 prosent, Grieg Seafodd 26 prosent, Austevoll Seafood 21 prosent og Mowi 18 prosent.

Bakkafrost fall eisini eitt vet

Føroyska alifyritøkan Bakkafrost, er einasta alifyritøkan á Oslo Børs, sum ikki hevur aling í Noregi. Men partabrøvini hjá Bakkafrost vórðu eisini ávirkað eitt sindur henda dagin.

Tá keypsskálin lat upp í morgun klokkan 8 føroyska tíð, var kursurin NOK 495, meðan hann var 487,9 tá hann lat aftur klokkan 15.30. Beint undan afturlating, var kursurin annars niðri á 475,6. Men gjøgnum dagin lá kursurin eisini eitt skifti oman fyri 500 norskar krónur – 515 tá hann var hægstur.

Bakkafrost sendi seinnapartin út eina fráboðan, har gjørt varð greitt, at norsku ætlanirnar ikki hava nakra ávirkan á føroyska alifelagið.

Hinvegin vísir Bakkafrost eisini á, at í Føroyum verður umhugsað at regulera takstirnar fyri føroysku alivinnuna, so teir passa betur við galdandi prísir á spotmarknaðinum.

- Uppskotið er ikki lagt fyri løgtingið enn, men so skjótt tað hendir, senda vit út eitt tíðindaskriv hesum viðvíkjandi, skrivar Bakkafrost í fráboðanini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2022

51 Leygardagur 01. oktober 2022

– Eiga at lata upp fyri russum, sum rýma undan hertænastu

– Vit skulu vísa opinleika yvirfyri teimum, sum ikki ynskja at verða brúkt sum eitt amboð hjá Kreml, sigur ES-forsetin, Charles Michel

Charles Michel, ES-forseti (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

ES-lond eiga at vera opin fyri russiskum ríkisborgarum, sum rýma undan hertænastu í Russlandi.

Tað sigur Charles Michel, ES-forseti í samrøðu við miðilin Politico, sum Sky News endurgevur.

– Vit skulu vísa opinleika yvirfyri teimum, sum ikki ynskja at verða brúkt sum eitt amboð hjá Kreml, sigur hann og leggur afturat, at mann eisini skal taka ímóti teimum, sum eru í vanda, tí tey ikki taka undir við krígnum í Ukraina.

– Sum meginreglu haldi eg, at ES-lond skulu taka ímóti teimum, sum eru í vanda orsakað av teirra poltisku sannføring, sigur hann.

Tað var mikumorgunin, at russiski forsetin, Vladimir Putin boðaði frá, at Russland fór at innkalla 300.000 hermenn afturat til kríggið í Ukraina, og síðan tá eru russar í hópatali rýmdir av landinum.

ES-londini Litava, Lettland og Estland, sum eru grannar hjá Russlandi, hava longu boðað frá, at tey ikki fara at lata upp fyri russum. Men nógvir russar eru farnir um finska markið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2022

52 Leygardagur 01. oktober 2022

Ábendingar um at Russland stendur aftanfyri atsókn móti gassleiðingum

Í Pólandi eru leiðandi politikarar ikki í iva um, at tað er Russland, sum er upphavið til atsókn móti gassleiðingum í Eystrasalti

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta kom fram týsdagin, tá leiðandi politikari í Pólandi sum ein tann fyrsti legði Russland undir at standa aftanfyri atsókn móti tveimum gassleiðingum í Eystursjónum. Talan er um russisku gassleiðingarnar Nord Stream 1 og 2, sum kortini í løtuni ikki eru í brúki sum avleiðing av russisku innrásina í Ukraina.

Tað var týsmorgunin, at tíðindi bórust um, at gass lak upp frá havbotninum nærhendis báðar tær russisku gassleiðingarnar, sum ganga úr Russlandi til Evropa. Tað gjørdist skótt greitt, at talan var ikki um eitt óhapp, nú tað vísti seg, at hol var á báðum leiðingum langt frá hvørjum øðrum. Tí verður nú váttað, at talan er um sabotasju og spurt verður nú, hvør skal hava áhuga í at fremja slíka. (Dagin eftir kom fram, at talan er um tilsamans fýra lekar, tveir á hvørjari leiðing)

[object Object]

Hóast flestu stjórnarleiðarar kring Eystrasalt og nærhendis eru varnir at koma við boði uppá, hvør stendur aftanfyri, vísa flestu viðmerkingar og ábendingar, at tað er Russland, sum hevur framt atsóknirnar antin við mini kavbátum ella dronum. Tað vísir seg, at tað tøkniliga ikki er nakar trupulleiki at speingja hol á gassleiðingar av hesum slag, eisini hóast tær eru sera tjúkkar. 

Í vikuni eru fundir hildnir á hægsta stigi í fleiri londum um, hvørji stig skulu takast til hesa heilt ávanligu støðuna. Tað eru tey, sum bera ótta fyri, hvørja avleiðing hetta kann fáa fyri eina spildurnýggja gassleiðing úr Noregi til Pólands, sum varð tikin í nýtslu júst sama dag sum spreingingarnar í Eystrasalti. Tað eru tey, sum halda, at Russland møguliga hevur ætlanir um at fremja atsókn móti baltisku gassleiðingini eisini. 

[object Object]

Umboð fyri Putin hava úttalað, at støðan er hættislig men ger ikki viðmerkingar til, hvør man standa aftanfyri. 

Eygleiðarar halda, at um so er, at Russland stendur aftanfyri hendingarnar, so kann tað vera fyri at sáa ótta í vesturheiminum og fyri at fáa prísin á gassi at hækka aftur. Hetta er so longu veruleiki, nú prísurin á gassi er hækkaður munandi síðani hendingina í morgun. Hóast talan er um eina álvarsliga støðu, so fer hendingin ikki her og nú at økja um orkuvandan í Evropa, nú flestu gassgoymslurnar eru nærum fullar til at standa ímóti einum køldum vetri. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2022

53 Leygardagur 01. oktober 2022

Noreg ber ótta fyri orkutrygdini

Nú dronur eru sæddar nær olju- og gassútbúnaði eins og russisk skip í longri tíð hava kortlagt gassleiðingar á havbotninum

Evropa fær nærum helvt av gassnýtsluni frá norskum gassleiðingum, sum nú kunnu vera í vanda eftir atsóknir í Eystrasalti
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hóast norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, ikki metir nakran vanda vera fyri atsóknum móti norskum orkuútbúnaði í Norðsjónum í løtuni, so verður nú av álvara ávarað um orkutrygdina á norska landgrunninum.

Serfrøðingar og viðmerkjarar gera vart við sambært NRK og Dagens Næringsliv, at norska orkuinfrakervið er sera viðbrekið, tí tað fevnir um eitt stórt øki, har møguleikarnir fyri at tryggja og verja seg móti atsóknum eru sera avmarkaðir. Tað ljóðar, at russisk skip í fleiri ár hava siglt í økjum, har gassleiðingar liggja, og at dronur eisini eru sæddar. Eftir øllum at døma hava russar kortlagt leiðingarnar á havbotninum. Útilokað verður heldur ikki, at spreingievni longu kunnu vera bundin í norsku gassleiðingarnar. Ómøguligt er at kanna hetta. 

Talan er um fimm høvuðs gassleiðingar, sum binda Noreg og evropeiska meginlandið saman. Í løtuni kemur nærum helvtin av øllum gassi í Evropa frá hesum norska infrakervinum, og tí er nettupp Noreg nú meira týdingarmikið enn nakrantíð fyrr fyri orkutrygdina í øllum Evropa. 

Eitt er orkutrygdin. Eitt annað er umhvørvið. Tað vísir seg, at metanútlátið, sum umhvørvisliga er fleiri ferðir vandamiklari enn CO2 útlát, nú sæst í bæði norskum og svenskum øki í stórum nøgdum. Mett verður at talan er um eini 40.000 tons av metan, sum stava frá teimum fýra lekunum á Nord Stream leiðungunum í Eystrasalti. Til samanbering lata allar norskar orkuinstallatiónir út 17.000 tons av metan um árið. 

Talan er tí um eitt tvíeggjað svørð. Orkutrygdin hjá nógvum londum er í vanda við álvarsligum fylgjum,  og umhvørvið er í vanda fyri at verða dálkað í stóran mun frá tilvildarligum útláti, sum ikki stavar frá framleiðslu. 

Ikki bert á norskum øki er órógv eftir atsóknirnar í Eystrasalti. Í Danmark hava tey eisini sæð dronur nærhendis olju- og gasspallum. Umboð fyri TotalEnergies, sum stendur fyri stórum parti av framleiðsluni á danska landgrunninum, váttar, at tey hava sæð dronur nærhendis Halfdan B gassfeltinum í Norðsjónum. 

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2022

54 Leygardagur 01. oktober 2022

Stórur áhugi í Bretlandi fyri fangan og goymslu av CO2

Herfyri lat fyrsta útbjóðingin av økjum í undirgrundini til goymslu av veðurlagsgassum upp í Bretlandi. Tá freistin var úti vóru komnar 26 umsóknir

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tilsamans 19 feløg siga seg vera tilreiðar at fara undir slíkar slóðbrótandi verkætlanir, sum skulu vera við til at røkka málinum um netto-null útlát í 2050. Tey vísa áhuga fyri 13 økjum, sum eru við í loyviútbjóðingini. Hesi eru uttan fyri Aberdeen, Teesside, Liverpool og Lincolnshire. Útbjóðingin lat upp 14. juni.

Tað er almenni myndugleikin NSTA, North Sea Transition Authority, sum stendur fyri útbjóðingini og fer nú at hyggja nærri uppá umsóknirnar og verða fyrstu loyvini latin tíðliga í 2023. 

Tá loyvini verða latin og arbeiðið fer í gongd, kann roknast við, at verkætlaninar at fanga, flyta og goyma CO2 fer at fevna um millum 20 og 30 milliónir tons av CO2 um árið eftir 2030. Hetta er tað, sum verður nevnt  "carbon capture and storage" (CCS). 

Henda útbjóðingin er tann fyrsta av tilsamans 100 CO2 goymslum, sum verða mettar neyðugar skal Bretland røkka netto null málinum í 2050. 

Ein avgerandi partur av hesum er at menna tøkni til endamálið. 

CCS merkir, at CO2 verður fangað frá verandi ídnaði bæði á landi og á sjógvi og síðani flutt við skipi ella gjøgnum rørleiðingar og síðani goymt í undirgrundini. Roknað verður við at fyrsta goymslan av CO2 kann byrja 4-6 ár eftir, at loyvi er latið. 

[object Object]

Stjórin í NSTA, Nick Richardson sigur, at tey eru sera væl nøgd við móttøkuna av loyviútbjóðingini, sum vísir, at Bretland nú hevur lagt seg á odda í royndunum at fanga og goyma CO2. 

- Fangan, flutningur og goymsla av CO2 kann fáa stóran týdning fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassum og er henda fyrsta útbjóðing eitt týðandi stig á leiðini. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2022

55 Leygardagur 01. oktober 2022

B68 fær trý stig í skrivaraborðsavgerð

Yvirkærunevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur staðfest avgerðina hjá aganevndini í málinum um ólógliga spælaran, sum B36 nýtti móti B68

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Yvirkærunevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya staðfesti avgerðina hjá aganevndini í málinum um ólógligt brúk av leikara hjá B36.

Harvið standa tey trý stigini, sum B68 hevur fingið aftaná avgerðina hjá aganevndini, við. Hetta kemur ógvuliga væl við í botnstríðnum, og ger eisini, at stríðið harðnar upp aftur meira.

Tað var í 90. minutti í dystinum millum B36 og B68 tann 4. september, at ein leikari, sum hevði spælt tveir dystir dagin fyri, kom á vøllin fyri B36. Avgerðin kann lesast her.

24. umfar

Sunnudagin kl. 15: EB/Streymur - 07 Vestur
Sunnudagin kl. 15: NSÍ - KÍ
Sunnudagin kl. 15: B36 - Víkingur
Sunnudagin kl. 15: AB - Skála
Sunnudagin kl. 17: HB - B68

Stigatalvan Betri deild menn

1. KÍ 65 stig
2. Víkingur 50 stig
3. HB 49 stig
4. B36 36 stig
5. EB/Streymur 32 stig
6. 07 Vestur 23 stig
7. B68 21 stig
8. NSÍ 21 stig
9. AB 21 stig
10. Skála 9 stig


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2022

56 Leygardagur 01. oktober 2022

Gullvenjari framdi harðskap í býnum

Mikkjal Thomassen skal hava sligið fótbóltsdómara, leikara í Betri deildini, ein kringvarpsjournalist og ein málmansvenjara í býarlívinum í Havn næstseinasta leygarkvøld. Tað skrivar Dimmalætting

Mikkjal Thomassen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikkjal Thomassen gjørdi næstseinasta leygarkvøld um seg í býarlívinum í Havn.

Hetta skrivaði dimma.fo mánadagin.

Dimma.fo skrivar, at í øllum førum fýra mans - ein fótbóltsdómari, sum dømir í Betri deildini, ein spælari hjá Víkingi í Betri deildini, ein kringvarpsjournalistur og ein málmansvenjari, skulu hava fingið svian at føla frá illa KÍ-venjaranum.

Tað var annars fagnaðarrómur við fyrverki og hátíðarløtu við Djúpumýru í Klaksvík hetta kvøldið, tí besta mansliðið hevði tryggjað sær sítt 20. meistaraheitið, men Mikkjal Thomassen var í Havn í øðrum vertskapi.

[object Object]Fagnaðarløta við Djúpumýru næstsíðsta leygarkvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Sambært keldum hjá Dimmalætting skal Mikkjal Thomassen hava hótt ein fótbóltsspælara hjá Víkingi. Viðkomandi kom yvir at ynskja Mikkjlai tillukku við FM, men svarið var at geva honum ein neva á bringuna, og at hótta við at knúsa hansara yrkisleið bæði í fótbólti og í borgarliga starvinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2022

57 Leygardagur 01. oktober 2022

KÍ-nevndin tekur frástøðu til atburðin - men ynskir at Mikkjal heldur fram sum venjari

Atburðurin er ikki í samljóði við virðisgrundarlagið hjá felagnum, har allir KÍ-venjarar eiga at vera fyrimyndarligir og álitisvekjandi, sigur nevndin

Mikkjal Thomassen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var Dimmalætting, sum við søguni, at Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ, hevði gjørt um seg í býarlívinum næstseinasta leygarkvøld. Hann framdi harðskap, og kom við hóttanum til ymisk fólk. Eitt nú ein Betri deildarleikara hjá Víkingi.

KÍ-nevndin segði í fráboðan týsdagin seg harmast um støðuna, sum høvuðsvenjarin er komin sær í, og tekur frástøðu til atburðin. Nevndin sigur seg kortini ynskja at arbeiða fyri at arbeiðið saman við Mikkjali Thomassen kann halda fram.

- Atburðurin er ikki í samljóði við virðisgrundarlagið hjá felagnum, har allir KÍ-venjarar eiga at vera fyrimyndarligir og álitisvekjandi, sigur nevndin.

- Vit hava fingið váttað, at Mikkjal Thomassen eftir hendingina hevur vent sær til teirra, sum hann hevur gingið ov nær og hevur biðið um umbering fyri sín atburð. Hesum hevur nevndin í KÍ virðing fyri.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Høvuðsvenjarin og vit hava nú í skjótt átta ár verið í góðum og mennandi samstarvi, sum á mongum økjum hevur lyft KÍ upp á heimliga fótbóltstindin. Hesi árini hava givið okkum, viðhaldsfólki, hjálparfólki og stuðlum mangar ógloymandi upplivingar.

- Við hesum vil nevndin í Klaksvíkar Ítróttarfelag hervið boða frá, at nevndin ynskir at arbeiða fyri, at tað góða og mennandi arbeiðið saman við høvuðsvenjaranum, Mikkjal K. Thomassen kann halda fram, og vilja vit geva honum okkara fulla stuðul í komandi avbjóðingum, sigur nevndin í KÍ.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2022

58 Leygardagur 01. oktober 2022

KÍ kvinnur tryggjaðu sær FM

Tað eru ikki bara menninir hjá KÍ, sum hava vunnið FM áðrenn landskappingin er liðug. Leygardagin tryggjaðu KÍ-kvinnur sær FM fjórða árið á rað

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Við 4-0 sigri móti Víkingi leygardagin tryggaðu KÍ-kvinnurnar føroyameistaraheitið 2022 hóast tvey umfør eru eftir at spæla.

Tí við sigrinum kom KÍ upp á 48 stig, og tá bara seks stig eru eftir, ber ikki til hjá NSÍ við 40 stigum, at røkka klaksvíkskvinnum aftur.

KÍ hevur verið suverent í hesari øldini, og vann FM 16 ár á rað frá 2000 til 2016. EBS/Skála fór avstað við steypinum í tvey ár, meðan síðani 2019 hevur KÍ ligið ovast á stigatalvuni tá kappingin er liðugt spæld.

Fleiri myndir hjá Sverra Egholm her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2022

59 Leygardagur 01. oktober 2022

Fleiri steypafinalur á skránni

Ársins fyrstu steypafinalur vórðu spældar á Tórsvølli í gjárkvøldið

(Mynd: Hans Erik Danielsen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað verða teir ljósabláu víkingarnir úr Gøtu og Leirvík, og hvítu tikararnir úr Gundadali, ið løgdu fyri, tá hol varð sett á ársins steypafinalur í fótbólti í gjárkvøldið. Allar finalurnar verða spældar á Tórsvølli.

Víkingur vann finaluna, sum var móti B36 í U13 dreingir. Síðan spældu U21 liðini hjá HB og EB/Streymi, har HB vann ein tryggan sigur.

Í dag verða seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum eisini avgreiddar. Við Løkin í Runavík hittast NSÍ og KÍ. Fyrri dysturin endaði 1-0 til NSÍ. Og í Havn tekur HB, sum vann fyrru hálvfinaluna 2-0, ímóti EBS/Skála.

Skráin fyri steypafinalurnar 2022

Leygardagin 1. oktober
Kl. 13: Víkingur – HB (U15 Dreingir)
Kl. 16: B36 – 07 Vestur (U17 Dreingir)

Mikudagin 19. oktober
Kl. 18: KÍ – Skála (U13 Gentur)

Fríggjadagin 21. oktober
Kl. 18: Skála – FC Hoyvík (U16 Gentur)

Leygardagin 29. oktober
Kl. 15: EBS/Skála / HB – KÍ / NSÍ (Steypakappingin kvinnur)
Kl. 19: 07 Vestur / KÍ – Víkingur / HB (Løgmanssteypið)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2022

60 Leygardagur 01. oktober 2022

U19-dreingirnir argaðu stórar fótbóltstjóðir

Føroyska U19-landsliðið við dreingjum stóð seg avbera væl í venjingardystunum móti Belgia, Onglandi og Niðurlondum

Føroyska liðið, ið byrjaði móti Niðurlondum (Mynd: Jan Djurhuus)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

– Vit spældu tríggjar spennandi og tættar dystir, og eg ivist onga løtu í, at okkara spælarar hava fingið nógv burturúr. So samanumtikið var hetta sera góð fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í november.

Soleiðis sigur Sigfríður Skaale Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, ið farnu vikuna hevur verið á venjingarlegu í Pinatar, sum liggur í landsynningspartinum av Spania.

Mótstøðuliðini vóru U18-landsliðini hjá Belgia, Onglandi og Niðurlondum. Tríggjar stórar evropeiskar fótbóltstjóðir, ið teljast millum tær bestu í heiminum, og føroyska mótstøðan í spanska hitanum var eisini sterk.

Men allir dystirnir vóru tættir, og móti Niðurlondum lúrdi ein lítil sensatión. Tað var ikki fyrr enn í síðstu minuttunum, at niðurlendingar fingu tvey mál, og vunnu 3-2.

Í fyrsta dystinum á venjingarleguni spældu okkara dreingir móti Belgia, sum vann 3-1. Føroyska málið gjørdi Ejvind Mouritsen. Síðan varð spælt móti Onglandi, og tá gjørdist úrslitið 2-1 til onglendingar. Føroyski málskjúttin var Áki Samuelsen, ið eisini skoraði bæði málini móti Niðurlondum.

– Vit vistu frammanundan, at talan fór at vera um torførar dystir. Men eg eri ótrúliga væl nøgdur við innsatsin hjá okkara spælarum. Teir vístu ikki bara góðan vilja, men eisini gott spæl. So vit eru spentir og síggja ljóst upp á komandi uppgávur, sigur Sigfríður Skaale Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Næst á skránni er EM-undankappingin, sum verður í Kroatia frá 14. til 23. november. Føroyar eru í bólki saman við Kroatia, Ísrael og Finnlandi.

[object Object]
Áki Samuelsen gjørdi trý av teimum fýra málunum, ið U19-landsliðið skoraði á venjingarleguni í Spania (Mynd: Jan Djurhuus)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2022

61 Leygardagur 01. oktober 2022

Spæla báðar dystirnar í Serbia

Fyrstu dystirnir hjá H71-monnunum í EHF Europa Cup verða í Beograd 4. og 6. november

(Mynd: H71)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

H71-menninir, sum í EHF Europa Cup-kappingini skulu spæla ímóti serbiska RK Partizan, skulu spæla báðar dystirnar í Beograd. Fyrri dysturin verður fríggjadagin 4. november, og tann seinni verður sunnudagin 6. november.

Tað boðar H71 frá í tíðindaskrivi mikudagin.

Simon Olsen, høvuðsvenjari hjá H71-monnunum sigur, at tað er eingin ivi um, at teir kunnu vænta sær eina torføra uppgávu.

– Vit skulu royna okkum ímóti einum sterkum serbiskum liði. Hetta verða tveir truplir dystir, har teir sjálvandi hava fyrimunin av at spæla báðar á sínum heimavølli, sigur hann og leggur afturat, at tey sjálvandi fara eftir at sleppa víðari til annað umfar.

– Fyri okkara part fara vit at leggja størsta dentin á at leggja eitt gott avrik eftir okkum. Nú hava vit tvær ferðir verið við áður, og eisini hesa triðju ferðina halda vit fast í dreymin um at røkka annað umfar.

Liðið er nógv broytt í mun til seinasta kappingarár, tí fleiri spælarar eru farnir uttanlands at royna seg, men venjarin er vónríkur, tí hann heldur seg hava sæð góðar ábendingar í teimum trimum dystunum í landskappingini higartil.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2022

62 Leygardagur 01. oktober 2022

Sarita sett sum landsliðsvenjari í inniróðri

Róðrarsamband Føroya hevur skrivað undir avtalu við Saritu Kristinu Hansen um at venja landsliðið í inniróðri

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Róðrarsamband Føroya skrivaði í gjár undir avtalu við Saritu Kristinu Hansen um at venja landsliðið í inniróðri.

Sarita er fleirfaldur heimsmeistari í inniróðri, og hevur verið virkin í bæði inniróðri og føroyskum kappróðri í fleiri ár. Harafturat hevur Sarita drúgvar royndir sum venjari í kappróðir.

Róðrarsambandið skipar fyri fýra grand prix kappingum í inniróðri í vetur. Í hesum sambandi fer Sarita í fyrstu atløgu at arbeiða við einum bruttohópi av rógvarum saman við feløgunum kring landið. Síðani fer hon saman við Róðrarsambandinum at taka út teir rógvarar, sum fara at umboða Føroyar í aljóða kappingum í vetur.

Róðrarsambandið fegnast um avtaluna við Saritu og vónar og væntar, at hennara mongu royndir fara at koma føroyskum rógvarunum til góðar, tá ið hesir skulu umboða Føroya í altjóða kappingum.

Fyrsta kappingini í inniróðri verður 8. oktober 2022 á Eiði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2022

63 Leygardagur 01. oktober 2022

Sarah Mahfoud ongan kjans

Amanda Serrano úr Puerto Rico var ov sterk mótstøða hjá hálva vestmenninginum, sum tapti sín fyrsta boksidyst

(Skíggjamynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Har var einki at gera hjá Sarah Mahfoud í stórdystinum í Manchester farna leygarkvøld.

Hálvi vestmenningurin við JFK og Gadus á bringuni boksaði móti heimsstjørnuni úr Puertro Rico, Amanda Serrano. Hetta var størsti dysturin, sum 32 ára gamla Sarah Mahfoud hevur boksað, og hetta gjørdist eisini fyrsta tapið hjá henni.

Ammanda Serrano hevði meira styrki og meira ferð enn Mahfoud, og tað gjørdist skjótt greitt, at fór Sarah at vinna var tað tilvild sum ráddi. 

Við sigrinum hevur 33 ára gamla Amanda Serrano fýra HM-belti í fjøðurvekt.

Sarah Mahfoud hevði áðrenn boksidystin í kvøld vunnið allar sínar 11 yrkisdystir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. september 2022

64 Leygardagur 01. oktober 2022

Jákup Petur vann samanlagt

Hetta var fimta av fimm tíðarkoyringum í kappingini, ið kallast Giant TT kappingin 2022. Jákup Petur Eliassen vann allar teinarnar

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Enn ein sannførandi sigur til Jákup Petur Eliassen, sum í seinastu TT kappingini í Giant TT kappingini 2022, tryggjaði sær heili sjey stig, og 35 stig samanlagt, fyri fimm sigrar - av fimm. 

Eitt gott kappingarár. Higartil. Kappingarárið er ikki liðugt enn. Ikki fyri Jákup Petur, og heldur ikki fyri hinar súkklararnar.

Jákup Petur skal í komandi viku av landinum at kappast. Føroyska triathlon landsliðið skal til Malta at kappast. Á Malta verður kappast í auathlon, aquathlon og triathlon. 

Hálvan oktobur verður so seinasta kappingin í ár. Tá verður kappast í landavegsúkkling, og fyriskiparar hava ”doypt” hesa kapping Tour de Eysturoy. Ein sera áhugaverdur teinur, har súkklað verður gjøgnum bygdirnar Runavík, Skálabotn, Gøta, Leirvík, Kambsdal, Fuglafjørð, Toftir, Æðuvík, Rituvík og so á mál í Runavík. Ein teinur á góðar 70 kilometrar, við ikki færri enn 1.300 hæddarmetrum.

Kappingin mikudagin gekk frá Runavík til Skálabotn og so aftur á mál í Runavík. Veðrið var gott og uppmøtingin var somuleiðis góð.

Jákup Petur var undan kappingini favorittur at vinna teinin, ið gekk frá Effostøðini í Runavík til Effostøðina í Skálabotni, har vent varð. Leiðin gekk so aftur til Runavíkar.

Hilmar  Hansen bleiv nummar tvey, men sigurin hjá Jákup Petur var tryggur. Jákup Petur vann við smáum tveimum minuttum. Meðan Hilmar brúkti 40 minuttir og 26 sekund um teir 24 kilometrarnar, so brúkti Jákup Petur einans 38 minuttir og 45 sekund. Hetta gevur eina meðalferð hjá vinnarinum á góðar 36,5 km/t.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2022

65 Leygardagur 01. oktober 2022

Team Rynkeby savnaði knappa hálva aðru millión inn

1.480.000 krónur frá Team Rynkeby Føroyar til álvarsliga sjúk børn

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á samkomu á Reinsarínum leygardagin 24. september avdúkaði Trygvi Kallsoy, liðskipari, upphæddina, sum Team Rynkeby Føroyar hevur savnað inn seinasta árið. 

Úrslitið gjørdist 1.480.000 krónur. Peningurin verður brúktur til gransking og sum stuðul. Høvuðsendamálið við innsavningini er at stuðla gransking, og grunnurin hevur veitt stuðul til tvær granskingarverkætlanir, harav onnur er liðug. 

1,23 milliónir krónur fara til børn við álvarsligari sjúku. Team Rynkeby Føroyar hevur øll árini havt tætt samstarv við Krabbameinsfelagið. Team Rynkeby Føroyar skivar, at tey fyrstu árini stuðlaðu tey børnum við krabbameini, men seinnu árini er grunnurin víðkaður til eisini at fevna um børn við álvarsligari hjarta- og lungnasjúku. Fyri at halda rakstarútreiðslunum so lágum sum gjørligt, verður grunnurin umsitin av Krabbameinsfelagnum. Hetta hevur havt við sær økt samstarv við onnur sjúklingafeløg sum Hjartafelagið og Cystisk fibrosufelagið. Føroysk børn við krabbameini fara til Danmarkar í viðgerð, og tí fær Børnecancerfonden eisini ein part av stuðlinum. 

Sál, sorg og saknur er hin høvuðsbólkurin, og 250.000 krónur eru tillutaðar hesum bólki. Tað eru nógv børn og ung, sum hava upplivað sorg og sakn, tí at foreldur, systkin ella vinfólk eru deyð. Berin varð stovnaður fyrst í hesi øldini og hevur gjørt eitt megnar arbeiði við sjálvhjálparbólkum, og tí valdi Team Rynkeby Føroyar fyri nøkrum árum síðani eisini at veita stuðul til teirra arbeiði. 

Tíverri eru eisini nógv børn og ung, sum av ymiskum orsøkum hava ilt í sálini. Tískil hevur Team Rynkeby Føroyar eisini valt at stuðla Sinnisbata, so tey hava betri ráð til at skipa fyri samrøðubólkum v.m. okkara børnum og ungu at frama.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2022

66 Leygardagur 01. oktober 2022

Konfirmantar í Vesturkirkjuni sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin kl. 11 verður konfirmatión í Vesturkirkjuni í Havn. Prestur er Derhard Jógvansson.

Konfirmantarnir eru hesir:

Andreas Pólsson Kragesteen, Mortansstovubrekka 6. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.

Bjørn Berghamar Patursson, undir Heygnum 4.

Dánjal Jacobsen, undir Gráasteini 54. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.

Gilli Reginsson, Baraldsgøta 7. Dagurin verður hildin frá klokkan 15.

Hans Elias Thanongsak Arge, Heygsmannavegur 11. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Elnet, Stiðjagøta 5, frá klokkan 16.

Heiðrun Petursdóttir Nónklett, Varðabrekka 1. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.

Jákup Arngrímsson Müller, Heygsgerði 7. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.

Jákup Collis á Argjaboða, J. Paturssonar gøta 64. Dagurin verður hildin á Frælsinum 27 frá klokkan 16.

Kristian Herluf Poulsen, Sjúrðargøta 24. Dagurin verður hildin á Áarvegi 1 frá klokkan 15.

Kristian Johnnyson Hellisdal, Traðavegur 11. Dagurin verður hildin dagin í B36 húsinum frá klokkan 17.

Marita Waag Dalsgaard, Grønlandsvegur 24. Dagurin verður hildin í hølinum hjá Føroya Arbeiðarafelag Stoffalág 17 frá klokkan 17.

Oddvaldur Leivsson, Grønlandsvegur 52 a. Dagurin verður hildin í Odd Fellow húsinum, Grønlandsvegur 56, frá klokkan 16.

Rakul Dahl Jacobsen, Brekkugøta 2a. Dagurin verður hildin í Grønlendingahúsinum á Jøkulstræti 8 frá klokkan 17.

Rósa Mc.Leod Norðbúð, Kálvagerði 2.

Símun Gaardlykke, Brattabrekka 22.

Tóki Yngvason Guttesen, Fjalsgøta 10. Dagurin verður hildin frá klokkan 18.

Ulla Slættanes, Pedda við Steingøta 16. Dagurin verður hildin í Sankta Frans, inngongd við fimleikahøllina, frá klokkan 14.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2022

67 Leygardagur 01. oktober 2022

Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju sunnudagin

--

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Hesi verða fermd í Hoyvíkar krikju sunnudagin 2. oktober
Prestur: Sonja Klein

Anna Christiansen, Millum Gilja 147. Opið hús frá kl. 17.

Bjarta Kelduberg Hellisdal, Millum Gilja 18. Opið hús frá kl. 17.

Bjørk Maria Joensen, Jóansgøta 5. Opið hús frá kl. 17.

Dagny Maria Bjargardóttir Joensen, Dýrindalsgøta 38. Dagurin verður hildin í Tølthøllini, Ovari Havnardalur, frá kl. 18.

Jórun Mai Smith, Álvastígur 11, Tórshavn. Dagurin verður hildin heima frá kl. 15.

Julia úr Skúoy Johansen, Ólivantsgøta 23. Opið hús frá kl. 17.

Lív Kruse Staksberg, Vípuvegur 16, Tórshavn. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Synergi, Karlamagnusarbreyt 1, Hoyvík, frá kl. 17.

Savanna Onghamar Ragnvaldsdóttir, við Myllutjørn 47. Dagurin verður hildin í Broncks, Jónas Broncksgøta 17, Tórshavn, frá kl. 17.

Dánial Thuy Mørkøre, Bertugøta 8. Opið hús frá kl. 17.

Dánjal Súni Lamhauge Jacobsen, Sivjugøta 15. Opið hús í Oasuni, Kirkjustræti 4, frá kl. 16.

Hákun Michelsen Kass, Ólivantsgøta 26. Opið hús í kantinuni hjá PM, Hoyvíksvegur 74, Tórshavn, frá kl. 17.

Hugin Halgirsson, Jóansgøta 11. Opið hús frá kl. 17.

Ingi í Dali Sørensen, Hvítanesvegur 39. Opið hús frá kl. 15.

Josva Rasmusarson Konggaard, Millum Gilja 45. Dagurin verður hildin í Kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju.

Jógvan í Lon, Ólivantsgøta 30. Opið hús frá kl. 17.

Klæmint Vilhelmsen Ludvig, Pætursgøta 29. Opið hús frá kl. 17.

Micah Wardum Ragnarsson, Við Myllutjørn 21. Opið hús í Kantinuni í Hoyvíkshøllini frá kl. 17.

Óðin Jógvansson Glerfoss, Einarsgøta 9. Opið hús frá kl. 17.

Poul Johannes Ragnarson, Varðagøta 9, Tórshavn. Dagurin verður hildin í salinum í KFUK frá kl. 17.

Sommer Jóason, Maritugøta 79. Dagurin verður hildin í Starvsfelagnum, J.H. Schrøtersgøtu 9, Tórshavn frá kl. 15.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2022