Leygardagur 15. oktober 2022 | Nr. 42 | Árgangur 3 | Kr. 0,00
SíÐa 9
SíÐa 24
SíÐa 3
SíÐa 45
SíÐa 44
SíÐa 52
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Tað er ein óskikkur at formenn og -kvinnur í politisku flokkunum í Føroyum stilla upp til fólkatingsval. Uppaftur størri óskikkur er tað, at sjálvur løgmaður, og allir landsstýrismenninir eisini stilla upp.
Hvørjum líkist tað sum sitandi løg- ella landsstýrismaður at biðja fólkið um at geva sær sína atkvøðu? Sita hesir menn ikki í landsins máttmiklastu embætum? Hví skulu teir so biðja um at sleppa á fólkating eisini – har føroysk semja stórt sæð er um, at uppgávan ikki er at føra politikk, men at vera eitt talurør fyri fyri føroyska fólkaviljan og ikki annað?
Tað kann ikki vera pengapungurin hjá teimum heldur, sum tráar eftir at verða valdur á fólkating, tí vit hava givið løg- og landsstýrisfólkum so mikið góðar treytir, at tað skuldi ikki verið nakar vandi fyri at líða neyð, tá tey ikki sleppa at røkja hesi embæti longur.
Tað er eisini ein andsøgn, at ein formaður ella -kvinna fyri ein politiskan flokk biður um atkvøðuna fyri at sleppa á fólkating. Biður um at sleppa at umboða okkum í einum parlamenti, sum vit eru samd um ikki skal hava evsta vald í Føroyum.
Flokkarnir eru samdir um, at politisku avgerðirnar, ið viðvíkja Føroyum, skulu flytast heim til Føroya. Tí er ikki neyðugt at senda okkara topppolitikarar á fólkating, og als ikki tey, ið eru vald til at standa á odda fyri politisku flokkunum.
Og vit vita tað øll. At hesi forfólk ikki eru áhugað í fólkatingssessinum – tey hava nógv størri ambisjónir, enn so.
Tað er sum um, at hesir høvuðkambar einans tráða eftir atkvøðunum til egnan ugga og fyri at staðfesta sín status í flokkinum. Tá er gott at eiga eina umboðan – hava eitt bein til yvurs at kunna geva til onnur.
Tí hevði verið gott um føroysku veljararnir á valinum 31. oktober tóku seg saman, og einans atkvøddu fyri einum valevni, sum veruliga hevur áhuga og vilja til at taka fólkatingsarbeiðið í álvara. Ein politikara, sum er sinnaður at brúka álitið til at gera eitt munagott arbeiði fyri Føroya land. Og ikki bara brúka tað so hissini fyri onkursvegna at røkja sítt egna image eftir tørvi.
Hvør einasta atkvøða til løgmann og landsstýrismenn átti at verið fatað sum eitt ynski frá veljaranum um, at viðkomandi átti at sagt sess sín í landsstýrinum frá sær fyri heldur at røkja fólkatingsstarvið.
Tað kom óvart á Bárð á Steig Nielsen, tá eitt bretskt hernaðarflogfar fleyg lágt gjøgnum Skálafjørðin
- Nei, eg var ikki kunnaður um, at eitt bretskt hernaðarflogfar í undanfarnu viku var í Føroyum og fleyg inn gjøgnum Skálafjørðin í lágari hædd. Men hetta prógvar bara, at vit eru í góðum hondum. Nato tekur sær av okkum, tá okkurt er áfatt.
Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen á tíðindafundi hjá Sambandsflokkinum hósdagin í sambandi við at flokkurin legði fram sína valskrá og valevni til komandi fólkatingsval.
Vit spurdu løgmann um kunningina í sambandi við hesa hernaðarvenjingina, og tað var í hesum sambandi, at hann avdúkaði, at sjálvt ikki landsins politiski leiðari var kunnaður áðrenn.
- Vit skulu minnast til, at hendi júst um hetta mundið, segði Báður á Steig Nielsen, og helst varð sipað til spreingingarnar av gassleiðingunum í Eystrasalti og økt russiskt virksemi nærhendis oljuboripallar í Norðsjónum.
- Eg kann siga so mikið, at dagin eftir at henda flúgvingin varð gjørd yvir Skálafjørðinum, var sama flogfar á eftirlitsflúgving í Norðsjónum. Her var talan um eina átrokandi venjing, sum vit ikki vóru kunnað um frammanundan. Tað er soleiðis við hernaðarligum virksemi, at tað aloftast er loyniligt, og tað er neyðugt.
Spurdur, vildi løgmaður ikki svara, um føroyska uttanríkisráðið og landsstýrismaðurin við uttanríkismálum var kunnaður.
- Handan spurningin fái eg ikki svarað uppá, segði Bárður á Steig Nielsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2022
Jørgen Niclasen stillar upp bert gott hálvt ár eftir at hann segði landsstýris- og formanssessin frá sær
- Eg eri tann tann sami persónurin í dag, sum eg var meðan eg sat sum landsstýrismaður. Mín stílur sum politikari er onki broyttur. Nú er støðan tann, at eg bjóði meg fram at umboða flokkin á Fólkatingi. Um eg eri verdur til tað, er tað bara veljarin, sum kann avgera.
Soleiðis sigur Jørgen Niclasen um sína støðu, nú hann bjóðar seg fram og tykist fara “all in” eftir at fáa fólkatingssessin.
Í februar í ár mátti hann siga landsstýrissessin frá sær, eftir at tað kom fram, at hann var tikin av løgregluni í Suðuroy fyri rúsdrekkakoyring.
Seinni tók hann eisini avgerð um ikki at stilla uppaftur til formansvalið í flokkinum.
Fólkatingsvalið er sostatt fyrstu ferð, at Jørgen Niclasen verður stillaður fyri “fólksins dómstól” eftir tað, sum hendi fyrr í ár.
Tað er ikki ókent í Fólkaflokkinum, at valevni hava fingið dyggan stuðul, hóast tað er avdúkað, at tey hava virka handaru megin landsins lógir.
Besta dømi um tað er, tá Anfinn Kallsberg í 2003 varð avdúkaður í bókini “Skjót journalistin” fyri at hava brotið galdandi lóggávu í sambandi við hansara virksemi sum bókhaldari 20 ár frammanundan á einum flakavirki.
Men á løgtingsvalinum árið eftir stóð Anfinn Kallsberg seg heilt væl, og fekk nógv flestar atkvøður á fólkaflokslistanum í Norðoyggjum.
Á fólkatingsvalinum í 2005 fekk Anfinn nógv flestar atkvøður av øllum, og varð valdur. Hann fekk 3.270 persónligar atkvøður, svarandi til góð 13 prosent av øllum atkvøðunum tað árið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2022
Men fyribils ætlar formaðurin ikki á fólkating sjálvur, hóast hann stillar upp
Sum tann næstseinasti av flokkunum, sum stilla upp til fólkatingsvalið, legði Javnaðarflokkurin fríggjamorgunin fram sína valskrá og kunngjørdi tey 13 valevnini – 7 mans og 6 kvinnur – sum stilla upp.
Nú er bert Miðflokkurin eftir.
At tað er rættiliga avmarkað, hvørji evni eru at kjakast um til eitt fólkatingsval, kom líka sum til sjóndar á júst hesi framløguni, “Vel enn fleiri úrslit”, sum floksformaðurin, Aksel V. Johannesen, helt í Gulu Smiðju í Saltangará, tí tað vóru ikki so nógvir nýggir tankar, sum vórðu bornir fram í dag.
Sjúrður Skaale hevur umboðað Javnaðarflokkin á fólkatingi seinastu trý valskeiðini, og hevur ein langan lista av úrslitum av vísa á, hvat flokkurin hevur fingið ígjøgnum í sínum arbeiði á fólkatingi.
Nøkur av úrslitunum, sum flokkurin dregur fram er, at ein loysn er funnin á málinum um skatting av donskum pensjónsskipanum og at meirvirðisgjaldið, sum føroyingar eru trektir fyri við keypi av nettænastum, nú kemur føroyska í landskassan, har tað hoyrir heima, heldur enn í danska.
Virðir meirilutan í Føroyum
Av málum sigur flokkurin seg vilja samstarva við øll og skapa ítøkilig úrslit, at hava sjónliga og virkna umboðan, at loysa avbjóðingar hjá føroyingum, sum eru komnir tvørt fyri í donskum skipanum, upplýsa um føroysk viðurskifti við frágreiðingum og ráðstevnum, at virða føroyska meirilutan og ikki taka politiskt stríð í Føroyum niður á danating.
Javnaðarflokkurin skilir seg frá fleiri av hinum føroysku flokkunum í lyftinum um at virða føroyska meirilutan.
Tí fleiri aðrir flokkar ætla at gera vart við síni egnu politisku áskoðanir á fólkatingi. Tað afturvísir Javnaðarflokkurin, sum sigur seg bert vilja arbeiða við málum, sum hevur undirtøku á Føroya løgtingi.
Sum dømi nevnir Aksel V. Johannesen stýrisskipanarlógina.
- Undanfarna samgonga arbeiddi við strýrisskipanarlógini, og tí var tað natúrligt at tala fyri á fólkatingi, at vit fáa eina nýggja stýrisskipan í Føroyum. Men í núverandi løgtingi er ikki meiriluti fyri at broyta stýrisskipanarlógina, og tí hava vit ikki tikið tað málið upp í Danmark.
Hinvegin vil flokkurin framhaldandi kunna og kanna, bæði í Danmark og Føroyum um viðkomandi viðurskifti – eitt nú við at fáa til vega tøl fyri hussu nógvar føroyskar kvinnur fáa abort í Danmark.
Av politiskum málum, setir Javnaðarflokkurin sær fyri at brúka fólkatingið til at fáa loftrúmið á føroyskar hendur, at fáa eina betri handilsavtalu við ES, at tryggja at lyftið um nýtt fongsul í Føroyum verður hildið, og at broyta uttanríkispolitisku heimildarlógina, so at hon – í minsta lagið – ikki skal vera ein førðing fyri føroyskari umboðan í altjóða stovnum og felagsskapum.
Ætlar sær ikki á ting beinanvegin
Eitt krav til fólkatingsumboðið hjá Javnaðarflokkinum er, at tað brúkar alla sína tíð upp á fólkatingsarbeiðið.
Tí spurdu vit eisini Aksel V. Johannesen um hann ætlaði sær á fólkating, nú hann hevur valt sjálvur at stilla upp og biðja javnaðarveljarar um sína atkvøðu.
Tað ætlar Aksel V. Johannesen ikki – í fyrstu syftu.
- Fái eg flestar atkvøður á fólkatingsvalinum, so fari eg ikki at sita á fólkatingi í fyrstu syftu. Fyri meg sum formann í flokkinum hevur tað størri týdning at arbeiða fyri, at Javnaðarflokkurin fær eitt gott úrslit á løgtingsvalinum, sum verður ein veruleiki um tíggju mánaðir, í seinasta lagi.
- Og tað skal ikki vera nøkur loyna, at míni politisku mál í løtuni er at Javnaðarflokkurin skal koma í samgongu, og at eg so eisini veri ein av teimum, sum koma at manna komandi landsstýri.
- Men skuldi tað hent, at vit ikki koma í samgongu eftir løgtingsvalið, so ætli eg mær at røkta fólkatingsarbeiði í ein ávísan mun, um eg verði valdur. Verði eg framvegis floksformaður tá eisini, so kann eg ikki lova, at tað verður alla tíðina, segði Aksel V. Johannesen undir framløguni í Gulu Smiðju.
Tvey nýggj – hini roynd
Javnaðarflokkurin stillar upp við 13 valevnum til fólkatingsvalið – sjey menn og seks kvinnur. Flest teirra eru kend fólk við drúgvum royndum í fólkavaldum uppgávum.
Øll sjey løgtingsumboðini eru á listanum umframt núverandi fólkatingsumboðið og kvinnan, sum hevur avloyst hann nakrar ferðir. Hartil eru eisini tvær kvinnur, sum sita í Tórshavnar býráði við á listanum. Eftir eru so tvey heilt nýggj valevni, annar er eitt av starvsfólkunum hjá flokkunum á fólkatingi, Jóan Pauli Dahl Jakobssen og hin er unga Sigrð Sámalsdóttir Hentze heiman av Sandi.
Hesi stilla upp fyri Javnaðarflokkin: Aksel Vilhelmsson Johannesen, Barbara Gaardlykke Apol, Bjarni Hammer, Bjørg Dam, Djóni Nolsøe Joensen, Eyðgunn Samuelsen, Henrik Old, Ingilín Didriksen Strøm, Jóan Pauli Dahl Jakobsen, Jóhannis Joensen, Kristianna Winther Poulsen, Sigrid Sámalsdóttir Hentze og Sjúrður Skaale.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2022
Sambandsflokkurin hevur umfatandi valskrá og langan valevnislista nú avloysarin fyri Edmund á fólkatingi skal finnast
Ein altjóða havgranskingarstovnur í Føroyum, fíggjaður lutvíst úr danska statskassanum, er eitt av lyftunum, sum Sambandsflokkurin gevur, nú biðið verður um afturval til fólkatingið.
Nú Edmund Joensen hevur tikið avgerð um ikki at stilla uppaftur, er spenningurin ikki bara um Sambandsflokkurin fær afturval, men eisini um hvør tað verður, sum fær undirtøkuna frá sambandsveljarunum.
Sambandsflokkurin stillar við ikki færri enn 17 fólkum til fólkatingsvalið. Harav er løgmaður sjálvur og báðir landsstýrismenninir hjá flokkinum, Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður við heilsumálum og Magnus Rasmussen, landsstýrismaður við umhvørvis og vinnumálum. Umframt øll sjey, sum sita á løgtingi fyri flokkin í løtuni.
Vil helst vera løgmaður
Sjálvur heldur Bárður á Steig Nielsen ikki tað vera undarligt at løgmaður stillar upp til fólkating.
- Vit kenna ikki framtíðina. Vit hava eitt løgtingsval fyri framman eisini og ongin veit hvussu støðan er tá. Týdningarmest er at okkara flokkur verður afturvaldur, og vit hava 17 góð umboð til veljaran at velja ímillum, segði Bárður á Steig Nielsen, á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum hósdagin.
- Verður tað eg, ið fái flestar atkvøður, so fari eg ikki á fólkating so leingi eg eri løgmaður, og lat meg eisini sláa fast, at mín fremsta raðfesting er at kunna halda fram sum løgmaður eftir komandi løgtingsval eisini, segði Bárður á Steig Nielsen.
Útvikla – ikki avvikla
Hann brúkti tíðindafundin til at tosa heitt fyri ríkisfelagsskapinum og teimum úrslit, sum Sambandsflokkurin hevur fingið í hesum sambandi. Endamálið við fólkatingsarbeiðinum er framhaldandi at styrkja samstarvið millum londini í ríkisfelagsskapinum. Valskránna hesaferð kalla tey “Vel tryggleika, vælferð og menning”.
- Vit vilja útvikla ríkisfelagsskapin heldur enn at avvikla hann, segði sambandsformaðurin og vísti á góð úrslit við semjusøkjandi politikki. Nýggjastu dømini eru CPR skrásetingin av føroyingum, sum ger tað munandi lættari hjá serliga lesandi og sjúklingum at ferðast í donskum skipanum, og so samstarvsráðið har stjórnirnar í Føroyum og Grønlandi nú leypandi fáa kunning um og innlit í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitisk viðurskifti.
- Ting, ið fyrr ikki vórðu søgd bera nú til, staðfesti løgmaður.
Havgransking til Føroyar
Mest ítøkiliga lyftið frá Sambandsflokkinum er at arbeiða fyri at seta á stovn ein altjóða havgranskingarstovn fyri Norðuratlantshav á stovn í Føroyum.
Flokkurin vísir á, at skaffaðar eru longu 25,5 milliónir krónur til gransking í havinum kring okkum.
- Hesir pengar hava skaffa okkum nógva vitan og dátur um viðurskiftini viðvíkjandi ráki og øðrum, ikki bara í føroyskum sjógvi, men um stóran part av sjóøkinum í Norðuratlantshavi.
- Okkara mál er at víðka hetta arbeiði og arbeiða fyri at fáa sett á stovn ein granskingarstovn at granska havøkini í ríkisfelagsskapinum við stuðli úr danska statskassanum. Vit vilja hava stovnin at vera í Føroyum, tí vit hava dáturnar her, men vit vilja eisini, at virkisøkið verður víðkað til onnur øki eisini, so at vit kunnu draga altjóða havgranskarar til henda stovnin, so at vit eisini kunnu finna altjóða fígging frá øðrum londum, segði Bárður á Steig Nielsen.
- Júst hvussu hesin stovnur skal skipast – um hann skal vera ein partur av Havstovuni ella vera ein sjálvstøður stovnur ella okkurt triðja, veit eg ikki enn. Tað ber til at finna útav, segði Bárður á Steig Nielsen.
Valskráin hjá Sambandsflokkinum er drigv, og snýr seg umframt altjóða viðurskifti, har eitt af lyftunum er at seta ein føroyskan ambassadør fyri Arktis, eisini um tryggan búskap (“Ríkisfelagsskapurin tryggjar okkum góða rating og harvið lagaliga rentu”), heilsupolitikk, útbúgvingar, løgreglu og mentanarpolitikk.
60/40-javnstøða
Við sjey kvinnum av 17 á listanum, heldur Sambandsflokkurin seg innan fyri ætlaða málið viðvíkjandi javnstøðu, sum sigur 60/40. Bárður á Steig Nielsen takkaði einum arbeiðsbólki, sum serliga hevur arbeitt fyri at fáa kvinnur at stilla upp, tí tað í ár hevur verið munandi lættari at fáa kvinnur á listanum.
Tey, ið bjóða seg fram fyri Sambandsflokkin eru: Anna Falkenberg, Bárður á Steig Nielsen, Edva Jacobsen, Erhard Joensen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Frimodt Rasmussen, Hanna Ovadóttir, Haraldur Símunarson Hammer, Helgi Abrahamsen, Jaspur Langgaard, Jensia Højgaard Kjærbæk, Johan Dahl, Kaj Leo Holm Johannesen, Magnus Rasmussen, Petrina Berg á Lag, Rósa Samuelsen og Sámal Hanne Lognberg.
Jensia H. Kjærbæk, Sámal Hanne Lognberg, Haraldur S. Hammer, Anna Falkenberg, Hanna Ovadóttir og Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2022
Fólkaflokkurin stillar upp einans við landsstýris- og tingfólkum – tí er bert ein kvinna á listanum
Fólkaflokkurin hevur valt einans at seta kend nøvn á listan til fólkatingsvalið. Einans floksins ting- og landsstýrismanning stillar upp. Orðið ‘manning’ er ikki heilt skeivt í hesum føri, tí av teimum níggju valevnunum, er bert ein kvinna, Elsebeth M. Gunleygsdóttir.
- Eg havi sjálvur roynt at staði á lista til fólkatingsval sum óroyndur politikari, og eg kann vitna, at tað kann vera negativt at standa á fólkatingslista sum nýggjur í politikki. Tí hava vit í Fólkaflokkinum tikið støðuna einans at stilla upp við landsstýris- og tingfólkum, segði Christian F. Andreasen tá Fólkaflokkurin legi fram valskránna í Smæruni í dag.
- Tann sterkasta kvinnan við
Tveir tingmenn eru ikki við á listanum. Jákup Mikkelsen og Heðin Zachariassen ynsktu ikki at stilla upp, upplýsti floksformaðurin á tíðindafundinum í dag.
Og hann ásannaði, at avgerðin um bert at stilla upp við ting- og landsstýrismanning, “tíverri” gongur út yvir kynsbýtið, tí í hesum selskapi eigur Fólkaflokkurin bert eina kvinnu, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir.
- Hinvegin hava vit ta kvinnuna, sum fekk flest atkvøður á okkara lista seinast, skundaði Christian Andreasen at leggja afturat, og sipaði til, at Elsebeth Gunnleygsdóttir fekk 64 atkvøður fleiri enn Annika Olsen á seinasta vali, tá Fólkaflokkurin hevði tríggjar kvinnur á listanum. Á undanfarna vali í 2015 var Annika Olsen annars toppskorari á Fólkaflokslistanum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vil tryggja borgarliga stjórn
Tá Christian Andreasen legði fram valskrá Fólkafloksins, legði hann annars út við at vísa á hvussu neyðugt tað var at fáa eina borgarliga stjórn í Danmark.
Hann vísti á, at lítið og onki er komið burturúr við javnaðarstjórn í Danmark, og tí er eitt høvuðsmál hjá Flokkaflokkinum at tryggja, at tey borgarligu aftur koma til valdið í Danmark uttan tó at peika á annan ella hin av borgarligu forsætisráðharraevnunum.
- Vit fara á val fyri at fáa eina borgarliga stjórn í Danmark. Javnaðarstjórnir hava ongantíð verið blíðar fyri føroyingar, staðfesti fólkafloksformaðurin, og vísti á fleiri úrslit, sum Fólkaflokkurin hevði fingið meðan borgarligar stjórnir hava staðið við valdið í Keypmannahavn, ikki minst tá undirgrundin varð yvirtikin.
Christian Andreasen nevndi tó, at samstarvið millum núsitandi landsstýri og donsku javnaðarstjórnina hevur verið gott, “men vit hava onki fingið burturúr, og tað er ekstremt løgið”, legði hann afturat.
Frá vinstru: Jørgen Niclasen, Jakob Vestergaard, Árni Skaale, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, Jógvan á Lakjuni, Beinir Johannesen, Sølvit Nolsøe og Christian M. Andreasen. Uni Rasmussen stillar eisini upp, men hann var ikki við á tíðindafundinum í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Lovar íbúðir til føroysk lesandi í Danmark
Við at hava litin á donsku stjórnini sum høvuðspunkt í valframløguni, brýtur Fólkaflokkurin burtur frá hinum flokkunum, sum ikki plaga at gera so nógv burtur úr donsku vikurskiftunum.
Tá tað er sagt, so legði Christian Andreasen dent á, at flokkurin annars einans fer at røkja føroysk mál á Fólkatingi. Flokkurin fer ikki at blanda seg í danskan politikk, men at vera rødd føroyinga í Danmark, sum, umframt at tryggja lesandi og sjúklingum í Danmark betri kor, eitt nú fer at virka fyri, at fólkatingsmál, ið ávirka Føroyar, fáa eina lóggávu, sum hóskar í Føroyum.
Av ítøkiligum málum lovaði Christian Andreasen at flokkurin fer at arbeiða fyri, at tað verður lættari hjá føroyskum lesandi at fáa íbúð í Danmark og at Íleggingargrunnurin kemur á føroyskar hendur, eins og fólkatingsumboðið skal virka fyri at Føroyar fáa limaskap í Sameindu Tjóðum, heimshandilsstovninum WTO, og altjóða olympisku nevndini IOC.
Ætlar at røkja bæði fólkatings- og løgtingssessin
Fólkaflokkurin noktar ikki sínum fólkum at sita í fleiri tingum samstundis. Tað verður tí upp til hin einstaka, um viðkomandi sigur núverandi sessin frá sær, vísti Christian Andreasen á.
- Um eitt landsstýrismaður verður valdur, er tað upp til hin einstaka hvønn av sessinum hann, velur. Sjálvur havi eg ætlanir um at koma í landsstýrið eftir komandi løgtingsval, so um eg verði valdur, so ætli eg at røkja bæði fólkatings- og løgtingssessin tað, ið er eftir av hesum løgtingsskeiðinum, og so fáa vit at síggja um eg komi í landsstýrið, segði Christian Andreasen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2022
Trygdin og verjan av Føroyum hevur størri týdning nú enn fyrr. Framsókn vil á fólkating fyri millum annað at fáa kunning um hvat hendir – løgtingið fær onki at vita
Verju- og trygdarpolitiska støðan gjørdist høvuðsevni, tá Framsókn í dag hevði tíðindafund, har flokkurin greiddi frá sínum ætlanum í Fólkatinginum, og kunngjørdi tey fimm valevnini, sum stilla upp fyri lista F til fólkatingsvalið 31. oktober.
Framsókn hevur, eins og Fólkaflokkurin, hesaferð valt at stilla upp við sínum royndastu politikarunum.
Tinglimirnir Bjarni Kárason Petersen og Ruth Vang, tann seinna er eisini floksforkvinna og limur í Tórshavnar býráð, eru við á listanum, umframt Súsanna Olsen, varalimur í Tórshavnar býráð, Karlot Hergeirsson, varalimur til løgtingið og Hanna Jensen, fyrrverandi ráðkvinna og tinglimur, býráðlimur í Eysturkommunu og varalimur til løgtingið.
Men mótsatt Fólkaflokkinum, er væl og virðiliga javnstøða millum kynini á listanum – tríggjar kvinnur og tveri menn.
- Vit fáa onki at vita
Valskráin, sum Framsókn legði fram í dag, er undir yvirskriftini “Føroyar sjálvar heldur enn hálvar”.
Eitt av málunum, sum Framsókn vil á fólkatingi, er at krevja fult innlit í danskan trygdarpolitikk, tá talan er um Føroyar og Arktis, og eisini at tryggja, at yvirtikin málsøki ikki kunnu takast aftur við grundgevingini, at talan er um verju- og/ella trygdarmál.
Framsókn ásannar, at trygdar- og verjupolitikkur ongantíð í nýggjari tíð hevur verið so nærverandi sum nú, har kríggj herjar í Evropa, og tiltøk, ið minna um yvirgang og sabotasju, henda nærhendis okkum.
Tað, ið nívir flokkin er, at Føroya løgting onki fær at vita – og Føroya fólk heldur ikki.
- Hví skulu vit uppliva at vakna um morgunin og síggja kjarnorkukavbátar á Nólsoyarfirði? Hví skulu fólk skelkast av, at hernaðarflogfør flúgva tætt inn eftir Skálafjørðinum, sum um nýtt kríggj var brostið á? Vit mugu krevja, at vit verða kunnað um tey hernaðarligu tiltøkini, sum ganga fyri seg um okkara leiðir, segði Ruth Vang millum annað í síni framløgu.
Og eftir framløguna, gjørdist júst hetta evnið tað, ið tosað varð um ámeira óformellu samveruna kring borðið í framsóknarhølinum á Gamla apoteki.
- Vit vita heldur ikki, um Danmark megnar at verja okkum, ella um tað er Nato, sum kemur. Vit hoyra søgur í donskum miðlum, at ivasamt er um danska verjan megnar at verja tey strategiskt týdningarmiklu málini í Danmark, so sum havnir og gassleiðingar. Men onki verður sagt um hvussu man ætlar at verja restina av ríkisfelagsskapinum.
Altjóða limaskap
Framsókn heldur sum útgangsstøði, at fólkatingssessirnir áttu at verið avtiknir, men ætlar at brúka møguleikan, fyrst og fremst um at kunna og skaffa kunning.
- Vit vilja kunna um føroysk sjónarmið, út frá tí grundsjónarmiði, at vit ynskja at vera ein sjálvbjargin og sjálvstøðug tjóð, ljóðar ein av arbeiðssetninginum, sum flokkurin hevur sett sær fyri, fær flokkurin umboðan á Fólkatingi.
Framsókn hevur eisini ætlanir at brúka fólkatingssessin til at gera vart við forðingarnar, sum í løtuni ikki loyva okkum at gerast fullgildugir limir í altjóða felagsskapum, til dømis Norðurlandaráðið, Arktiska ráðið, IOC (altjóða olympiska nevndin, WTO og IMO.
Skal fulla tíð á fólkating
Flokkurin sigur eisini, at um Framsókn fær umboð á tingi, so verður tað av einum persóni, ið hundrað prosent arbeiðir við hesi uppgávuni.
Kortini stillar eitt nú Ruth Vang, ið er floksvorkvinna umframt limur á tingi og býráði, eisini upp til fólkatingið.
- Verði eg vald, so skipa vit so fyri, at sessurin verður røktur hundrað prosent. Vit skulu eisini taka atlit til, at vit hava eitt løgtingsval fyri framman, sigur Ruth Vang.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2022
Nýggjastu hagtølini vísa, at tað gekk betri í 2021 enn í 2020, men vinnan er ikki komin upp á 2019-støðið enn
Nýggju roknskaparhagtølini fyri føroysku vinnuna vísa millum annað, at føroysk feløg sum heild hava megnað at komið uppundan aftur, eftir at korona í 2020 legði summar vinnugreinar lamnar. Harafturat vísa nýggju tølini, at alingin hevði eitt betri úrslit í 2021 enn 2020, men úrslitið var einans stívlig helvt av úrslitinum í 2019.
Hetta kemur fram í nýggjari uppgerð, sum Hagstovan hevur lagt á heimasíðu sína í dag.
Av framleiðsluvinnugreinunum eru úrslitini í vinnubólkinum ‘matvøruframleiðsla’ hækkað við 158 milliónum krónum, meðan úrslitið í byggivinnuni minkaði niður í eina helvt frá 235 milliónum í 2020 til 106 milliónir krónur í 2021.
Nýggju hagtølini vísa millum annað, at føroysk feløg sum heild hava megnað væl at komið uppundan aftur, eftir at korona í 2020 legði partar av vinnuni lamnar. Tá koronufarsóttin kom, varð stúrt fyri, at gongdin í búskapinum fór at taka skap av sonevndum L-snið, har sølan og harvið úrslitið hjá feløgum dalar og leggur seg á lægra støðinum í longri tíð.
Men so gjørdist ikki. Heldur er talan um eitt V-snið, sum sæst á talvuni herundir. Tí hóast úrslitið fyri allar vinnur kavaði frá 2,6 milliardum í 2019 til 1,6 milliardir krónur í 2020, so megnaðu vinnurnar tilsamans at hála úrslitið upp á 2,8 milliardir í 2021.
Hagtølini fyri 2020 vístu, at onkrir vinnubólkar vóru serliga hart raktir av koronufarsóttini. Her var talan serliga um flutnings-/goymsluvinnuna og gisting-/matstovuvinnuna. Hesir bólkarnir hava tó megnað at fáa positiv úrslit í 2021.
Í vinnubólkinum ‘Flutnings- og goymsluvinna’ fór úrslitið frá 156 milliónum í 2019 til minus 325 milliónir krónur í 2020 og so uppaftur á 39 milliónir í 2021.
Somuleiðis lækkaði úrslitið eisini í ‘Gisting og matstovuvinnu' frá 30 milliónum í 2019 til minus 18 milliónir krónur í 2020 og so uppaftur á 13 milliónir í 2021. Úrslitini í hesum vinnubólkinum eru sostatt ikki komin upp á sama støði sum í 2019, áðrenn koronufarsóttin rakti, men úrslitini eru positiv aftur.
Undir bólkinum ‘Landbúnaður og fiskiveiða’ liggja deildirnar 'Plantu- og húsdjóraaling’ og ‘Fiskiveiða og aling’. Í ‘Plantu- og húsdjóraaling’, sum í mestan mun fevnir um mjólkneyta- og seyðahald, hava úrslitini fyri alla deildina verið væl oman fyri 4 milliónir krónur síðani 2019. Besta árið var 2019, tá úrslitið var 5,6 milliónir krónur, meðan tað í 2020 og 2021 hevur ligið á ávikavist 4,8 og 4,7 milliónum krónum.
Í ‘Fiskiveiða og aling’ sæst, at meðan úrslitið í deildini minkaði frá 2019 til 2020 við stívliga 500 milliónum krónum frá 1 milliard í 2019 til slakar 500 milliónir krónur í 2020, so hækkaði úrslitið við 242 milliónum til 738 milliónir krónur í 2021.
Hetta kemst serliga av úrslitinum í flokkinum ‘Aling’. Har var úrslitið árini 2019 og 2020 ávikavist 792 og 220 milliónir krónur, meðan úrslitið í 2021 var 413 milliónir krónur – ein hækking uppá 193 milliónir frá 2020, men tó bert stívliga helvtin av úrslitinum í 2019.
Í vinnugreinini ‘Fiskiveiða til ídnað’ er úrslitið í 2021 kvinkað nakað uppeftir frá 272 milliónum í 2020 til 282 milliónir krónur í 2021.
Framleiðsluvinnan hevur eisini havt eitt gott ár. Meðan úrslitið í bólkinum minkaði frá 553 milliónum í 2019 til 494 milliónir krónur 2020, so hækkaði tað við 163 milliónum til 656 milliónir krónur í 2021.
Stóra hækkingin er serliga innan ‘matvøruframleiðsla’. Frá 2020 til 2021 er úrslitið hækkað við 158 milliónum frá 360 í 2020 til 518 milliónir krónur í 2021.
Úrslitið fyri byggivinnuna gjørdi eitt lop uppeftir frá 2019 til 2020, men er nú lækkað aftur fyri 2021. Úrslitið í byggivinnuni var 235 milliónir krónur í 2020, men í 2021 er tað meira enn hálverað niður í 106 milliónir krónur. Allar deildirnar undir bólkinum hava sæð eina minking í úrslitinum.
Fyri tænastuvinnugreinarnar er stórur vøkstur í úrslitinum í bólkinum ‘Heil- og smásøla og umvæling av akførum’. Í 2020 var úrslitið 385 milliónir krónur og hetta vaks til 617 milliónir í 2021. Her eru tað serliga í deildunum ‘Søla av bilum’, ‘Heilsøla við mat-, drykki- og tubbaksvørum’ og ‘Onnur serheilsøla’, ið eru vaksnar nógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Úrslitið í ‘Søla av bilum’ er vaksið úr 26 milliónum í 2020 til 45 milliónir krónur í 2021. ‘Onnur serheilsøla’, ið m.a. fevnir um heilsølu av brennievni, timburi og hitaskipanum, er støðugt vaksið seinastu 10 árini. Í 2020 var úrslitið 127 milliónir krónur og vaks til 139 milliónir í 2021. Størstu broytingina innan hendan bólkin síggja vit tó í ‘Heilsøla við mat-, drykki- og tubbaksvørum’. Frá 2019 til 2020 lækkaði úrslitið frá 160 milliónum í 2019 til 37 milliónir krónur í 2020 og hækkaði so heilt upp á 265 milliónir í 2021.
Í tænastubólkinum ‘Søla, útleigan og umsiting av føstum ognum’ er tað serliga vinnugreinin 'Útleiga og rakstur av egnum ella langleigaðum ognum’, ið ger seg galdandi og hevur havt stóran vøkstur seinastu árini. Úrslitið í vinnugreinini var 35 milliónir í 2018 og er vaksið nógv seinastu árini til 85 milliónir krónur í 2021.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2022
Føroyar hava triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's
Í juni 2022 vóru umboð fyri ratingfyritøkan Moody’s í Føroyum og høvdu fund við landsstýrið, andstøðuna, Vinnuhúsið og Landsbanka Føroya.
Í gjár gjørdi Moody’s greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum.
Føroyar hevur við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig. Dømi um onnur lond við rating Aa2 er Frakland.
Ratingin sigur nakað um, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda aftur skuld. Moody’s gevur Føroyum triðhægsta próvtal. Tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán. Góða próvtalið hevur eisini ávirkan á, hvørja rentu landskassin skal rinda fyri lánið. Jú betri próvtal, jú lægri renta.
Samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina millum annað at Føroyar hava fíggjarligt sjálvræði, Føroyar hava eitt stórt minstagjaldføri (3 milliardir krónur), sum minkar um endurfíggingarváða, at skuldin ikki veksur í ár og næsta ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2022
Í juli var útlánsvøksturin 2,3 prosent hjá føroysku bankunum - hetta er væl minni enn í fjør, tá vøksturin var 5,5 prosent
Útlánini hjá føroysku bankunum vóru nærum 16,9 milliardir krónur tilsamans í juli 2022 til føroyskar kundar, og eru í tíðarskeiðinum juli 2021 til juli 2022 økt við 485 milliónum krónum. Útlánini kunnu sveiggja frá mánað til mánað, og útlánsvøksturin verður tí roknaður sum eitt miðaltal yvir tríggjar mánaðir. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum roknað sum eitt trý mánaða miðaltal var 2,3 prosent í juli 2022 í mun til árið fyri. Í juli fjør var útlánsvøksturin til samanbering 5,5 prosent hjá føroysku bankunum.
Í juli 2022 stavaði stórur partur av útlánsvøkstrinum hjá føroysku bankunum frá øktari lánveiting til kommunurnar. Útlánini til kommunurnar eru økt við umleið 115 milliónum krónum í juli 2022 í mun til juli í fjør og skuldin hjá kommununum var tilsamans 1,3 milliardir krónur í juli 2022 í føroysku bankunum. Ein partur av vøkstrinum í útlánum hjá føroysku bankunum stavar eisini frá øktum útlánum til privatu vinnuna. Føroysku bankarnir hava veitt vinnuni lán fyri 220 milliónir krónur meira í juli 2022 samanborið við juli í fjør. Ímeðan privata vinnan hevur lænt 400 milliónir krónur meira í hesum tíðarskeiði, hava almennu fyritøkurnar minkað um sína skuld við 180 milliónum krónum í sama tíðarskeiði.
Í sama tíðarskeiði hava føroysku húsarhaldini økt um lántøkuna við 240 milliónum krónum í føroysku bankunum. Føroysk húsarhald fáa harumframt fígging til sethús frá donskum realkredittstovnum. Skuldin hjá føroyingum var tilsamans 4 milliardir krónur í donskum realkredittstovnum í juli 2022. Harumframt hevur privata vinnan, og í lítlan mun húsarhaldini, skuld í donskum peningastovnum.
Verða øll útlánini til føroyskar kundar løgd saman, tað vil siga frá føroysku bankunum og frá donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans, var samlaði útlánsvøksturin 3,3 prosent í juli 2022. Hjá føroysku bankunum eina, var hann 2,3 prosent í juli 2022. Útlánsvøksturin er sostatt væl lægri, enn hann var í fjør; í juli 2021 var útlánsvøksturin 5,5 prosent hjá føroysku bankunum, meðan hann var 8,6 prosent í juli 2021 tá donsku peninga- og realkredittstovnarnir verða taldir uppí.
Kelda: Landsbanki Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2022
Útreiðslur til rakstur og íløgur fyri hvønn íbúgva hava verið hægri enn inntøkurnar frá skattum og avgjøldum í kommunala geiranum í tíðarskeiðnum 2018 til 2021
Kommunurnar eru meira skuldabundnar nú, enn tær hava verið seinastu árini. Tað vísir Hagstovan á á heimasíðu síni.
Útreiðslur til rakstur og íløgur eru hægri enn inntøkurnar frá skattum og avgjøldum. Men tað er ymiskt, hvussu fíggjarstøðan hjá kommununum er.
Hagtøl um fíggjarstøðuna hjá kommununum eru dagførd til og við 2021. Her sæst, hvat hvør kommuna hevur av útreiðslum til rakstur og til íløgur. Eisini sæst, hvat kommunurnar hava av skattainntøkum, ogn og skuld. Umframt tað eru tølini gjørd upp fyri hvønn íbúgva í kommununi, so tølini kunnu samanberast frá einari kommunu til aðra.
Útreiðslur til rakstur og íløgur fyri hvønn íbúgva hava verið hægri enn inntøkurnar frá skattum og avgjøldum fyri hvønn íbúgva í kommunala geiranum í tíðarskeiðnum 2018 til 2021. Munurin er meira enn túsund krónur fyri hvønn íbúgva í 2021. Munurin er nú minni, enn hann hevur verið seinastu trý árini frammanundan.
Útreiðslurnar vóru eisini størri enn inntøkurnar hjá kommununum árini 2007 til og við 2009.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Rakstrarútreiðslurnar vaksa
Hóast at útreiðslur til rakstur og íløgur fyri hvønn íbúgva minkaðu í 2021, so halda rakstrarútreiðslurnar hjá kommununum fram at vaksa, og eru øktar við seks til sjey prosentum árliga seinastu árini.
Tað eru hinvegin íløgurnar, sum eru orsøkin til, at útreiðslur til rakstur og til íløgur fyri hvønn íbúgva eru minkaðar. Í 2021 eru íløgurnar minkaðar við einum triðingi.
Kommunurnar hava havt nógv íløguvirksemi seinastu árini. Fleiri fólkaskúlar eru bygdir, umframt at eitt nú íløgan í Tórshavnar havn hevur verið stór. Í 2019 og 2020 vóru samlaðu íløgurnar hjá kommunum oman fyri 900 milliónir krónur.
Inntøkurnar standa í stað
Samlaðu kommunuskattainntøkurnar standa mest sum í stað, samstundis sum fólkatalið er vaksið.
Tað merkir, at færri skattainntøkur eru til hvønn íbúgva. Í 2020 og 2021 fingu kommunurnar um 2,7 milliardir krónur í skattum og avgjøldum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Á myndini herundir eru kommunurnar settar í raðfylgju eftir, hvussu stórar útreiðslur til rakstur og íløgur tær høvdu fyri hvønn íbúgva í 2021.
Tað er ymiskt, hvussu fíggjarstøðan hjá ymsu kommununum er. Fuglafjarðar kommuna hevur størstar útreiðslur fyri hvønn íbúgva. Útreiðslurnar fyri hvønn íbúgva eru næstan 75.000 krónur. Næst henni kemur ein av størstu kommunum í landinum, Klaksvíkar kommuna, við stívliga 72.000 krónum fyri hvønn íbúgva.
Niðast á talvuni er Sumbiar kommuna við næstan helvtini av rakstrar- og íløguútreiðslunum fyri hvønn íbúgva hjá kommunum við hægst útreiðslum
Fugloyingar rinda nógv mest í skatti
Skattainntøkurnar hjá flestu kommununum liggja millum 45.000 og 55.000 krónur fyri hvønn íbúgva. Fugloyar kommuna hevur størstar skattainntøkur fyri hvønn íbúgva í 2021.
Fugloyar kommuna hevur eisini hægstu miðalinntøkuna av øllum kommunum. Næst henni á myndini er Skúvoyar kommuna. Fugloyar kommuna hevði tvífalt so stórar inntøkur av skattum og avgjøldum fyri hvønn íbúgva sum kommunurnar niðast á myndin.
Nógvar kommunur hava havt undirskot samlað sæð seinastu fýra árini, sostatt er nettoskuldarbyrðan vaksin.
Nettoskuldarbyrðan er nettoskuld býtt við skattir og avgjøld. Kommunurnar eru meira skuldabundnar nú, enn tær hava verið seinastu árini. Í 2017 var nettoskuldarbyrðan hjá kommununum tilsamans sløk seks prosent. Í 2021 er nettoskuldarbyrðan vaksin í góð 30 prosent.
Nettoskuldin í kommunala geiranum er vaksin støðugt síðani 2017. Nettoskuldin fyri hvønn íbúgva var næstan 16.000 krónur í 2021. Vit skulu heilt aftur til 1999 fyri at finna eina størri nettoskuld fyri hvønn íbúgva.
Smáar kommunar eiga heldur enn skylda
Átta kommunur hava ikki nettoskuld men nettoogn. Hetta eru alt smáar kommunur.
Nettoognin hjá Fugloyar kommunu er næstan 142.000 krónur fyri hvønn íbúgva.
Størsta kommuna í landinum, Tórshavnar kommuna, hevur eina lítla nettoskuld.
Tvær stórar kommunur skylda nógv, tað eru Fuglafjarðar og Klaksvíkar kommunur. í 2021 var nettoskuldin ávikavist 56.000 og 53.000 krónur fyri hvønn íbúgva.
Kelda: Hagstova Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2022
1. september búðu 54.081 fólk í Føroyum, ið er 636 fleiri í mun til somu tíð í fjør – tað er eitt sindur minni enn 1. august, tá fólkatalið var 54.200
1. september í ár búðu 54.081 fólk í Føroym – 636 fólk fleiri enn sama dag í fjør.
Talan er um ein vøkstur á 1,2 prosent, eitt sindur minni enn undanfarna tíðarskeið, tá fólkavøksturin var 1,6 prosent.
Hagstovan skrivar, at tað serliga er orsakað av burðaravlopinum, sum er minkað.
Fólkatalið er eitt sindur minni, enn tað var 1. august, tá 54.200 fólk búðu í Føroyum, men tað er vanligt við einari minking í august, tá fleiri fara uttanlands í lestrarørindum. Um gongdin verður sum í fjør, gongur ikki long tíð, áðrenn fólkatalið aftur er á sama støði sum mánaðin frammanundan.
Fólkavøksturin seinasta árið kemur av eini nettotilflyting á 502, og einum burðaravlopi á 134. Nettoflytingin líkist nógv henni í undanfarna tíðarskeiði, meðan burðaravlopið er minkað meira enn helvtina.
Munurin millum til- og fráflyting er øktur eitt sindur seinasta árið, og nú flyta á leið 45 fleiri til Føroya enn úr Føroyum í miðal um mánaðin. Hetta er eitt sindur meira enn fyri einum ári síðani, skrivar Hagstovan.
Burðaravlopið er hinvegin minkað nógv seinastu mánaðirnar. Orsøkin er, at fleiri eru deyð, enn vanligt hevur verið. Nú verða umleið 10 fleiri fødd enn tað doyggja í miðal um mánaðin. Fram til fyri einum hálvum ári síðani hevur munurin ligið millum 20 og 25 fólk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2022
Størstur er vøksturin í Nes kommunu, har 57 fleiri fólk búðu í september í ár, í mun til september í fjør - tað er ein vøkstur á fýra prosent. Eisini er lutfalsliga stórur vøkstur í Eiðis kommunu og Eysturkommunu
Hagstova Føroya hevur aftur gjørt fólkatalið í Føroyum upp á ymsan hátt, og tað millum annað við talvu við fólkatalinum í ymsu bygdunum/býunum og kommununum í september í ár, samanborið við sama mánaða í fjør.
Tað búðu 636 fleiri fólk í Føroyum fyrst í september 2022, enn tað gjørdu somu tíð í 2021. Hetta kemst millum annað av, at tað í 17 kommunum var fólkavøkstur. Hetta vísur talvan niðast.
Í prosentum er vøksturin størstur í Nes kommunu. Talan er um 57 fólk, ið svarar til fýra prosent. 60 fólk fleiri búgva í grannakommununi - Runavíkar kommunu - ið er tann triðstørsta í landinum, í mun til fólkatal. Har er prosentvøksturin næstan tann sami sum í landsins størstu kommunu, har 350 fleiri fólk (1,5 prosent) búðu í september í ár í mun til í september í fjør.
Í Klaksvíkar kommunu stendur talið næstan í stað - vøksturin er 0,4 prosent.
Vøksturin er lutfalsliga stórur í fleiri kommunum í Eysturoynni. Umframt Nes kommunu kunnu nevnast Eysturkommuna (63 fólk - 2,8 prosent) og Eiðis kommuna (28 fólk - 3,6 prosent)
Í 12 kommunum er fólkatalið lækkað. Millum annað eru 13 fólk færri (beint undir tvey prosent) í Hvalbiar kommunu. Størsta minkingin í prosentum var í Húsavikar kommunu - 6,3 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2022
Vinnan fær nú gjørt gagn av talgildu undirskriftini hjá Samleikanum
KT fyritøkan Klintra hevur ment undirskriftaloysn til vinnuna, sum brúkar Samleikan. Loysnin, sum eitur Skriva, bjóðar føroysku vinnuni at brúka Samleikan at undirskriva keypsavtalur, leigusáttmálar, setanarbrøv og onnur skjøl, ið skulu avgreiðast við undirskrift. Talgildu Føroyar og Klintra hava í hesum sambandi gjørt avtalu um nýtslu av Samleikanum.
Vit samskifta og keypa talgilt hvønn dag, og tað er ofta neyðugt at undirskriva skjøl og avtalur. Undirskriftin hjá Samleikanum vissar partarnar um, hvønn avtalan er ímillum, og hon er eins bindandi sum tann, sum tú skrivar á pappír við penni og blekki.
Talgilda undirskriftin varð tikin í nýtslu á Vanganum í fjør, og fleiri kommunur og almennir stovnar brúka hana í sínum virksemi. Arbeitt verður við at leggja fleiri tænastur afturat á Vangan.
Skriva er fyrsta loysn, ið er ætlað vinnuni, og møguleikarnir eru nógvir við nýggju tænastuni. Meiri fæst at vita um Skriva við at seta seg í samband við Klintra.
- Tað eru stórir samfelagsligir fyrimunir við eini felags talgildari undirskrift, sum við lóg er javnsett við vanliga handskrivaða undirskrift. Føroyingar hava tikið Samleikan til sín, og gleðast vit tí um, at Klintra hevur ment eina loysn, sum fer at økja enn meira um nýtsluna og gagnið av Samleikanum, sigur Nicolai Mohr Balle verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2022
Føroyingar hava av álvara tikið fíggingarportalin Hópfígging til sín. Higartil hava 26 verkætlanir fingið fígging umvegis pallin
Hvat hava barnakaffistovan Olivia, smátturnar uppi á deildini í Mikladali, føroyskt urtaté og føroyska parfuman Siba til felags?
Hetta eru alt verkætlanir, sum eru blivnar til veruleika, m.a við stuðli umvegis fíggingarportalin Hópfígging. Við smærri mongdum av kapitali frá íleggjarum og stuðlum, hava higartil 26 verkætlanir fingið fígging til teirra verkætlan tann vegin.
Fyri ein íverkseta er fíggjarligur stuðul til tíðir ein trupul mannagongd at skula ígjøgnum, tá vanligi stuðulsmøguleikin úr banka ella við stuðli frá øðrum aktørum, verður troyttur. Hópfíggingarportalurin er tá ein frálíkur møguleiki hjá føroyskum vinnuspírum, at gera dreym til veruleika. Við trimum árum og 26 verkætlanum á baki, hava einstaklingar, fyritøkur og onnur áhugaði, stuðlað við tilsamans góðum 3,4 milliónum krónum.
Nú hópfíggingarportalurin 8.oktobur, hevði trý ár á baki, kann róliga sigast at føroyskir vinnuspírar hava tikið hópfíggingarportalin til sín.
Tað vóru Íverksetarahúsið, saman við Vinnuframa og Visit Faroe Islands, ið tóku stig til hópfíggingarportalin. Í samstarvi við íslendsku fyritøkuna Karolina Fund, ið hevur ment portalin, er tað Íverksetarahúsið, ið umsitur portalin.
Endamálið við Hópfígging er at stuðla undir og menna íverksetan í Føroyum, við at geva íverksetarum ein nýggja fíggingarmøguleika, og á tann hátt at gera tað lættari hjá íverksetarum og íleggjarum at finna hvønn annan.
Ein og hvør, sum hevur eitt gott hugskot til eina verkætlan, kann søkja fígging til sína verkætlan umvegis hópfíggingarportalin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2022
Betri hevur sett sær fyri at stuðla føroyskari gransking, og seinastu árini eru á leið tvær milliónir krónur latnar føroyskum granskarum árliga. Í ár var einki undantak. - Hetta hevur týdning fyri at menna vitan um føroysk viðurskifti, staðfestir Evy Jacobsen, stjóri í Betri
Stuðulsgrunnurin hjá Betri hevur til endamáls at stuðla átøkum í Føroyum, sum fyribyrgja skaða, og sjúkum, skapa tryggleika og annars gagna samfelagnum.
Undanfarin ár hava tað serliga verið sjúkufyribyrgjandi og trivnaðarskapandi átøkum, bjargingarfeløgum og hjálparfelagsskapum, sum Stuðulsgrunnurin hevur stuðlað.
Men seinnu árini eru stuðulspengar í størri mun eisini latnir føroyskum granskingarverkætlanum, og í fjør vórðu pengar á fyrsta sinni beinleiðis markaðir til føroyska gransking.
- At stuðla gransking er at stuðla vitan. Vit meta tað avgjørt vera uppá sítt pláss, at ein sterk fyritøka sum Betri stuðlar undir nýggju, serføroysku vitanini, sum føroyskir granskarar finna fram til. Nýggja vitanin kemur jú bæði okkum og komandi ættarliðum til góða, sigur Evy Jacobsen.
Í ár fingu hesar verkætlanirnar stuðul frá Betri:
- Seinárin og sjúkueyðkenni av covid, Gunnhild Helmsdal, Arbeiðs- og almannaheilsu
- Venjing og blóðstorknan, Jacobina Kristiansen, Landssjúkrahúsið
- Krabbameinsviðgerð, Noomi Gregersesn, Klaksvíkar Sjúkrahús
- Diabetes, Malan Johansen, Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu
- Alduatlas, Bárður Joensen, LBF og Setrið
- Goyma CO2 í undirgrund, Rakul Johannesen, Jarðfeingi
Betri Stuðulsgrunnurin fekk 23 umsóknir um granskingarstuðul og valdi at stuðla teimum seks omanfyrinevndu. Fyri at góðskutryggja granskingina leggur Betri seg eftir at stuðla verkætlanum, sum Granskingarráðið ella annar fakligur stovnur hevur blástemplað.
- Gransking er við til at flyta føroyska samfelagið framá. Undanfarnu árini hava vit stuðlað fleiri granskingarverkætlanum, sum hava borið á mál og sum komu við sera áhugaverdum úrslitum. Vit fegnast um at kunna vera við í arbeiðinum at fáa nýggja føroyska vitan til vega, sigur Evy Jacobsen, stjóri í Betri PF.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2022
- Ístaðin verður send út ein altjóða eftirlýsing eftir kinesisku kvinnuni, sum hvarv á Trælanípu seinasta fríggjamorgun
Leitingin eftir kvinnuni, sum hvarv við Trælanípu í Vágum tíðliga fríggjamorgunin varð avblást mánadagin.
Hóast leitað varð alt vikuskifti, bæði á landi, í bjørgunum, á sjóninum og á vatninum, so sást einki til kvinnuna.
Tað var maðurin hjá kvinnuni, sum boðaði frá, at hon var horvin. Hann greitti frá, at tey vóru farin nakað burtur frá hvørjum øðrum, og at hann ikki fann hana aftur.
Talan er um eina kinesiska kvinnu, sum búði saman við einum niðurlendskum manni í Týsklandi.
Rúni Vesturklett, vaktleiðari hjá løgregluni segði við útvarpið, at hóast leitingin er støðgað, so verður framhaldandi arbeitt við, hvat kann vera hent. Í hesum sambandi verður send út ein eftirlýsing av kvinnuni, bæði í Føroyum og uttanlands. Her verður mynd av kvinnuni og frágreiðing um, hvørjum klæðum hon var í, tá hon hvarv.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2022
Arbeiðsóhapp hendi í Ánunum um middagsleitið mikudagin
Nakað aftaná døgurðatíð mikudagin, fekk løgreglan fráboðan um eitt arbeiðsóhapp á Norðhavnini í Ánunum.
Tað var ein maður, sum hevði fingið ein 600 kilo tungan sekk oman á seg, tá ein trossi slitnaði. Maðurin fekk álvarsligan skaða á beinið, skilst.
Hetta hendi í sambandi við umskipan av farmi.
Arbeiðseftilitið kannar málið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2022
Herluf Sigvaldsson, føroyskur samráðingarleiðari, fer at leiða samráðingarnar millum øll londini
Í gjár vóru samráðingar millum strandarríkini um svartkjaft og norðhavssild.
Bretland, ið stóð fyri at hava formansskapin fyri hesum samráðingum eftir at tað gjørdist sjálvstøðugt strandarríki, tá ið tað fór úr ES, hevur heitt á Føroyar um at taka yvir sín leiklut og verður tað Herluf Sigvaldsson, føroyskur samráðingarleiðari, sum fer at leiða samráðingarnar millum øll londini.
Mánadagin, týsdagin og mikudagin verða samráðingar millum strandarríkini um makrel undir bretskum formansskapi.
Hósdagin fara Føroyar og Bretland at hava ein fyrireikandi fund viðvíkjandi tvíliðaðu samráðingunum um sínámillum fiskirættindi fyri 2023, ið verða í Edinburgh í døgunum 6.-8. desembur 2022.
Londini, sum eru í London hesar dagarnar eru Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2022
Tað er sjálvandi munur á at vera lastaður við soyabønum upp undir lúkurnar og so at hava sand ella skerv, sum liggur niðast í lastini. Skipið er róligari við soyabønum enn við sandi, tí vektin liggur hægri í lastini, sigur skiparin, Jørgen F. Andreassen
Sunnukvøldið kom nýggjasta skipið hjá reiðarínum Navigare á Klaksvík. Teir komu úr Noregi við sandi og skervi. Mikudagin kom skipið á Sund, har teir hava lastað gamalt jarn til Týsklands.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og fekk eitt prát við skiparan, Jørgen F. Andreassen.
Uppá fyrispurning um hvussu skipið hevur roynst, sigur hann:
- Nú havi eg bara verið fáar vikur umborð, men eg haldi skipið roynist væl. Tað er sjálvandi munur á at vera lastaður við soyabønum upp undir lúkurnar og so at hava sand ella skerv, sum liggur niðast í lastini. Skipið er róligari við soyabønum enn við sand, tí vektin liggur hægri í lastini, sigur hann.
- Hetta er eitt gott skipið og riggar væl. Tað er nýliga komið av skipasmiðju í Póllandi, har nógv er gjørt við tað. Alt maskinaríið er yvirhálað, og so er tað umbygt til sjálvlossara. Aðrar dagføringar eru eisini gjørdar, so skipið er í fínasta standi, sigur Jørgen F. Andreassen.
- Skipið er bygt í 2008. Tað er 90 metrar langt, 14,4 metrar breitt og hevur ein MAK motor á 1980 KW. Skipið lastar 4650 tons. Tað kann lasta 4700 tons alt eftir, hvussu nógv av olju vit hava umborð, sigur Jørgen.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2022
Jørgen F. Andreassen hevur siglt sum skipari á stórum bingjuskipi hjá Mærsk í 20 ár, men nú siglir hann hjá reiðarínum Navigare í Søldafirði, og er skipari á Hav Sund
Jørgen F. Andreassen í Leirvík hevur siglt sum skipari á stórum bingjuskipi hjá Mærsk í 20 ár. Nú var hann troyttur av tí, og vildi royna nakað annað. Hann siglir nú hjá reiðarínum Navigare í Søldafirði, og er skipari á Hav Sund. Skipið siglir millum annað við ymiskum tilfari til alifóður og við sandi, skervi,... og mest í Norðurevropa.
Men hvør er størsti munurin á at sigla bingjur úti í stóru verð, og so at sigla bulk í Norðurevropa?
- Tað er sum at liva í tveimum ymiskum heimum. Mærsk er eitt stórt og gott reiðaríð, har alt er skipað og ornað út í smálutir frá landi av. Skiparin hevði ábyrgd, men annars er ávirkan hansara á dagliga arbeiðið umborð sera avmarkað.
- Her umborð er líkasum alt niðri á jørðini. Vit tosað um tingini og gera tey so hvørt sum tey koma. Tað merkir tó ikki at einki er skipað og lagt til rættis frammanundan, sigur Jørgen.
- Tað er sjálvsagt stórur munur á at sigla eitt stórt bingjuskip, sum nærum er líka breitt, sum hetta er langt. Og tí rullar hetta meiri og ørvísi enn bingjuskipið og havnirnar skipini komu í kunnu illa samanberast, sigur hann.
- Nú havi eg bara siglt nakrar vikur her umborð, men hiðartil hevur mær dámað væl. Her hava vit t.d. seyðarhøvd til døgurða og turran fisk og spik okkurt kvøldið. Harafturat koma vit til Føroyar av og á og møguleiki er at síggja familjna. Av góðum grundum hendi tað ikki hjá Mærsk, sigur Jørgen F. Andreassen.
- Alt hevur sína tíð, og tað er óivað gott at skiftað arbeiði. Mær dámdi væl hjá Mærsk og eg vóni og rokni við at eg komi eisini at trívast her, sigur Jørgen F. Andreassen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2022
Essan hevur besta smyrjibreyð í landinum, sambært Den danske Spiseguide
Essan eitur ein lítil matstova í Miðvági, sum ikki ger so nógv burtur sær sjálvum.
Men matummælarar hjá Den danske Spiseguide hava fingið eyguni upp fyri góðskuni á matinum, sum er at fáa har.
Den danske Spiseguide, sum eisini gevur út matguide'ina ‘Faroe Best Restaurants” kunngerð nú, at Essan er kosin vinnari í bólkinum, sum eitur “Ársins smyrjibreyð (open sahdwich, danish style)”.
Tvær matstovur vóru í uppskoti – umframt Essuna var tað Bitin í Havn.
Eigari av Essuni er Súsanna Danielsen, sum var við til at byrja Bitan, og áðrenn tað var partur av Smyrjibreyðsbúðini.
Essan hevur í eina tíð veri ein partur av útboðnum í matstovuni Smiðjan á Leitisvegi í Miðvági. Tað er hon ikki longur. Essan tekst einans við 'takeaway' nú.
Heiðurslønirnar “Faroe Best” innan matstovuvinnuna hava seinastu árini verið handaðar á serligum tiltaki í Føroyum, men so verður ikki í ár, upplýsir matummælarin Bent Christensen, sum í fleiri ár hevur givið út Den danske Spiseguide.
Orsøkin er vantandi áhugi, serliga frá sponsorum. Virðislønirnar verða tí handaðar á sama tiltaki, sum tær donsku. Tað hendir á matstovuni HimmeRiget í Farsø 30. oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2022
Hanna Dalsenni og Mikkjal Olsen hava megnað at fáa ótrúliga nógv burtur úr einum avbjóðandi lendi
Nú summarið er liðugt, og urtagarðarnir hava staðið í fagrasta blóma, hevur ein dómsnevndin avgjørt, at vakrasti urtagarður í Klaksvík í 2022 liggur á Skáltavegi 30, har Hanna Dalsenni og Mikkjal Olsen búgva.
Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á netinum.
Í samband við átakið Virkið vár í mai varð ein urtagarðskapping útskrivað. Borgarar í Klaksvíkar kommunu fingu møguleika at tilnevna egnan urtagarð til kappingina ella at tilnevna ein urtagarð, sum eftir teirra tykki hevði eina viðkenning uppiborna.
Dómsnevndin sigur millum annað í grundgevingini fyri at kjósa Skáltaveg 30 til vinnara, at urtagarðseigarin hevur megnað at fáa heilt ótrúliga nógv burtur úr einum avbjóðandi lendi. Alt er væl samanvaksið, og eingin mold er at síggja, tí planturnar eru sera væl samansettar.
Lendið í urtagarðinum er sera bratt, men kortini er hvør krókur gagnnýttur. Bæði til terassu, har lagt er upp til hvíld og hugsavnan, samstundis sum urtagarðurin er sermerktur av gomlum trøum, sum eru endurnýtt til bæði beð, beinkir og aðrar prýðislutir.
Somuleiðis sigur dómsnevndin, at úrvalið í urtagarðinum er fjølbroytt. Nógv ymisk trø, nálatrø, klivplantur, eitt ótal av staudum, rósum, átulig ber osfr.
Í dómsnevndini sótu Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, Hans Hjalti Skaale, býargartnari, Karl Heri Joensen, KHJ nýgerð, og skrivari var Sonja N. Thomsen, Klaksvíkar kommuna.
Høvuðsvinningurin var eitt gávubræv á 10.000 krónur. Somuleiðis fingu Hanna og Mikkjal eina plantu frá býargartnaranum og eina merkisplátu til minnis um heiðurin.
Harumframt vórðu gávukort á 2.000 kr. handað til urtagarðseigarar, sum eisini sermerktu seg í kappingini, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Myndir: Klaksvíkar kommuna
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2022
OY er komið við nýggjari øl í dós
Øl frá OY hevur seinastu tíðina bara verið at fingið á skeinkistøðum og ikki í dós, men nú er aftur ljós í Sjoppini hjá lítla bryggjarínum á Hálsi í Havn.
Og nú OY aftur er at fáa í dós, er ein nýggj vøra á hilluni. Talan er um fyrstu føroyska rís ølina, og hon hevur fingið navnið Pill av Snar. Navnið á pilsnararnum sipar til føroyska kelinavnið fyri hund, Snar.
Sagt verður, at umleið ein triðingur av rávøruni er rís, og at ølin er góð afturvið fiski og sushi.
Pill av Snar er løtt og frísk við 4,4% alkohol.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2022
Janus og Erla við børnum, sum hava búð í Stóru Dímun síðani 2010, eru flutt til Vestmannar. Tað sæst aftur í fólkatalinum í oynni, sum nú er fimm
Seinastu árini hava tíggju fólk búleikast í Stóru Dímun, men nú flytur Janus úr Dímun við familju av oynni.
- Nú vit eru liðug at fletta byrjar samstundis eitt nýtt tíðarskeið fyri okkum øll í Stóru Dímun. Janus, Erla og børnini eru flutt til Vestmannar, skrivar Dímunargarður á Facebooksíðuni.
Hendan ætlan hevur verið í umbúnaði í eina tíð og nú slaktið er liðugt, er hetta veruleiki, verður sagt.
Janus og Erla hava síðani 2010 búð í Dímun. Meðan tey hava búð í oynni, hava tey fingið trý børn: Óla Jákup 10 ár, Andrea 8 ár og Tórur 6 ár.
- Vit eru takksom fyri hesi árini, vit hava arbeitt saman og vænta eisini at tey fara at síggjast herúti av og á,
Sostatt er fólkatalið í Dímun minkað við einari helvt, úr tíggju niður í fimm fólk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2022
Nú kunnu dialysusjúklingar eisini vitja Sólorku
- Hendan vitjanin undir sponsku sólini er rein heilsubót. Her kann eg sum vanligur gestur spáka túrar á strondini, vitja áhugaverd støð, eta á góðum matstovum og njóta undirhaldið.
Orðini eigur Sigrið Mikkjalsdóttir úr Klaksvík, sum í løtuni í Spania við Sólorku saman við manni sínum Gert. Sigrið hevur eingi nýru, sum kunnu reinsa blóð hennara. Kortini kann hon nú vitja sunnanfyri undir tryggum umstøðum, eftir at Sólorka er farin at bjóða gestum sínum dialysuviðgerð í samstarvi við framkomna sjúkrahúsið í grannalagnum og í samskifti við føroyska heilsuverkið.
- Dialysan gevur mær sama møguleikan sum hinum sólorkugestunum at njóta sponsku sólina og allar hinar upplivingarnar. Viðgerðin sjálv riggar eisini avbera væl. Var eg ummælari, gav eg henni 10 stig av 10 møguligum, leggur Sigrið afturat.
Sólorka hevur sum mál, at øll – uttan mun til avbjóðingar – skulu hava møguleikan at vitja sunnanfyri, og stjórin, Tróndur Djurhuus, fegnast tí um nýggju tænastuna. Hann vísir á, at fólk við serligum avbjóðingum verða mangan rakt tvífalt: Tey og teirra hava ein strævnan gerandisdag, samstundis sum tey hava ilt við at sleppa úr hesum sama gerandisdegnum viðhvørt.
- Vit taka í dag ímóti nógvum gestum, sum dragast við ymsar sjúkur, bera ymisk brek ella hava onkran annan serligan tørv, og dialysan er enn eitt stig í arbeiði okkara at tryggja, at so mong, sum yvirhøvur tilber, fáa møguleikan, sigur Tróndur Djurhuus.
Sigrið Mikkjalsdóttir fær hæmodialysu, men ætlanin er eisini, at tey, sum taka posadialysu, kunnu vitja sunnanfyri. Hetta skal gerast í samstarvi við týsku fyritøkuna, ið framleiðir løðin, sum í dag reinsar blóðið hjá sjúklingunum í Føroyum. Harafturat ætlar Sólorka, at fleiri fólk við øðrum avbjóðingum skulu kunna vitja sunnanfyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2022
Farstøðin skal víðkast við 22 metrum eystureftir, og tað millum annað fevnir útbyggingin um kjallara til at handfara viðføri og miðhædd til viðførishøll
Tað er arkitektafyritøkan SNA, sum vegna FAE hevur søkt um byggiloyvi til at víðka verandi farstøð á flogvøllinum við umleið 22 metrum eystureftir.
Tað hevur í eina tíð verið ætlanin at útbyggja farstøðina, so at millum annað viðførisviðurskiftini gerast betri.
Í mállýsingini á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu stendur, at útbyggingin fevnir um kjallara til handfaring av viðføri, miðhædd til viðførishøll og ein hædd til skrivstovu og fundarhøli.
- Bygningurin verður gjørdur av sama tilfari og sniði sum verandi, sum útgangspunkt verður bygt meira av tí sama.
Sambært Sørvágs kommunu tekur tekniska nevnd undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum við teimum treytum at nýtsluloyvi ikki verður givið fyrr enn brunasimuleringar eru góðkendar, og at bygningurin í mun til ventilatión, inniluft og ljós í minsta lagi lúka treytirnar í BK17
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum og Teknisku nevnd.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2022
Hon hevur sum leiðari á Vaskarínum á Landssjúkrahúsinum í mong ár gingið fremst, tá tosað verður um rúmliga arbeiðsmarknaðin
Ársins Sálarheilsuvirðisløn varð í ár latin til Herborg Joensen fyri hennara góða og gevandi arbeiði á Vaskarínum á Landsskjúkrahúsinum.
Herborg hevur verið leiðari á Vaskarínum í mong ár og hevur gingið fremst, tá ið vit tosa um rúmliga arbeiðsmarknaðin.
Í grundgevingini fyri virðislønina verður sagt, at Herborg Joensen er professionel, menniskjalig og dugur sera væl at fáa tað besta burtur úr tí einstaka. Samstundis sum hon er rúmlig, dugir hon væl at seta neyðugu krøvini til arbeiðsfólkið og tillaga arbeiðsuppgávurnar, so at øll skulu føla seg væl og eru nøgd við sítt arbeiði og arbeiðsinnsats.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2022
Hon hevur drúgvar royndir innan leiðslu og fyrisiting og hevur starvast sum leiðari á Blákrosheiminum á Nesi í 18 ár og eisini sum deildarleiðari á Eysturoyar røktar- og ellisheimi í 12 ár. Fyrstu háskúlaskeiðini fara skjótt í gongd
Olga Magnussen er sett sum skúlaleiðari á Háskúlanum í Nesvík. Hetta skrivar Trúboðin.
Um nýggja leiðarin skrivar Trúboðin, at hon er er útbúgvin Master i narkotika- og alkoholindsatser frá Aarhus Universitet í 2016 og sjúkrarøktarfrøðingur frá sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya í 1982, eins og hon hevur nógvar leiðsluroyndir:
- Olga hevur drúgvar royndir innan leiðslu og fyrisiting við leiðslueftirútbúgving í 2003. Olga hevur starvast sum leiðari á Blákrosheiminum á Nesi í 18 ár og sum deildarleiðari á Eysturoyar røktar- og ellisheimi í 12 ár.
Olga ynskir, at Háskúlin í Nesvík gevur menniskjum atgongd til bestu menningarmøguleikar og at tey kunna hvíla í, at tey eru elskaði av Gud, skrivar Trúboðin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2022
Bústaðir skulu gera 19 íbúðir, sum eru ætlaðar til borgarar, sum eru fevndir av tænastum hjá Almannaverkinum
Í vikuni varð rammuavtalan, sum bygdaráðið í Nes kommunu fyri summarfrítíðina samtykti at gera við Bústaðir, undirskrivað
Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og fyri Bústaðir var tað Andras Róin, stjóri í Bústaðir, sum undirskrivaði.
Rammuavtalan sigur m.a., at Bústaðir keypir matr. nr. 415o og 415p, sum er beint sunnan fyri KRIS-bygningin.
Eftir summarfrítíðina hevur fyritøkan Falkon gjørt økið byggibúgvið fyri kommununa. Bústaðir eru í løtuni í ferð við at tekna og fyrireika útbjóðingina av bygninginum, sum eftir ætlan fer at hava 19 íbúðir, sum eru ætlaðar til borgarar, sum eru fevndir av tænastum hjá Almannaverkinum.
Bygningurin fer at standa soleiðis, at p-pláss eru frammanfyri.
Eftir ætlan hevur bygningurin kjallara og tvær hæddir. Gongur sum ætlað, verður farið undir at byggja tíðliga á vári í komandi ári.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2022
Seinasta hond verður løgd á familjusangleikin “Julius í Likkudali”, sum verður sýndur síðst í november
Síðst í november sleppa familjur til nýskrivaðan føroyskan sangleik á landsins størsta palli, sum hevur fingið heitið – Julius í Likkudali.
Tað er Sasho Bjartsson, sum stendur fyri framleiðsluni, og hevur skrivað leikritið til sangleikin, sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum síðst í novembermánað.
Hann greiðir soleiðis um søgugongdina:
- Nýskrivaði familjusangleikurin snýr seg um eina føroyska familju, sum býr í hugnaligu jólagøtuni í Likkudali. Sonurin er spentur, tí jólini nærkast, tó stúrir hann fyri, at pápin fær skipsboð, áðrenn jólaaftan.
- Gleðin er stór, tá pápin kemur heim, men hví fer pápin ikki til løgregluna við taskuni, sum hann fann á jólagøtuni á veg heim? Pápin fortelur ikki húskinum, at taskan er ein heilt serlig taska.
Til sangleikin eru sjey sangir framleiddir. Tað eru kend nøvn innan tónleikin, sum hava snikkað tekstir og løg, so sum Jens Marni Hansen, Signar í Homrum, Beinir Troest Rasmussen og Hjørdis Johansen.
Sangirnir verða í hesum døgum spældir inn í studio hjá Kristoffer Mørkere.
“Julius í Likkudali” verður bara sýndur síðsta vikuskiftið í november. Frumsýning verður fríggjadagin 25. november.
Fólk handan familjusangleikin
Leikstjóri - Elias Magnussen
Tónleikaframleiðari - Kristoffer Mørkere
Sangir - Jens Marni Hansen, Signar í Homrum, Beinir Troest Rasmussen og Hjørdis Johansen
Kórskipari - Edith Dahl Jakobsen
Koreografur - Diana Hansen
Pallur - Sasho Bjartsson / Glasir
Ljóssniðgevi - Villam Soo Joensen
Framleiðslustjóri - Sasho Bjartsson
Leikarar
Bjarki Virgarsson Trondesen
Ann Chanett Danielsen
Petur Meinhard Ellebye Andersen
Rógvi Brekku Dam
Julius í Likkudali
Kór og dansarar
Anna Helena Eysturoy Lassen, Astrið Hanusardóttir av Steinum, Elisabeth Nielsen, Elisabeth Árting Mørk, Eva Kjelnæs Patursson, Hildur Tróndheim Johansen, Katy Mindru, Katrin Lamain í Horni, Marjun Fríða Lamain í Horni, Mikala á Heygum Niclassen, Stella Djurhuus á Neystabø, Unnur Tróndheim Johansen, Vera Alstrup Vang, Freya Loredana Winther Stefania, Ingrún Hentze Danielsen, Jóna Reinert Joensen, Olivia Reinert Joensen, Alicia Róadóttur Kalsø, Elisabeth Atlantha Davidsen, Jóhanna Rúnadóttir Hvannastein, Natasja Gaardbo á Løgmannsbø, Gunnhild Oliva Gunnarsdóttur Højsted, Silja Trúgvadóttir, Vár Dánjalsdóttir í Húsinum, Katrin Pippa Joensen, Lilja Debes av Teigum og Gunnrið Emma Mikkelsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2022
Nám hevur givið út eitt nýtt Føroyakort
Kortfrøðingurin á Umhvørvisstovuni, Hans Olof Engberg, hevur teknað Føroyakortið, sum upprunaliga kom út saman við ”Atlas til heim og skúla” (Nám 2014), tá Rói Højgaard teknaði tað.
Nýggja Føroyakortið fæst nú til keyps sum plakat. Á kortinum eru fleiri enn 1.700 staðarnøvn, sum Staðarnavnanevndin hevur góðkent. Bygt øki er merkt við gulum og bøur við grønum. Kortið er teknað við hæddarstrikum, har 50 metrar eru millum hvørja.
Til tess at síggja henda neyvleika, er kortið prentað við nýggjastu UV tøkni.
Øll hesi árini hevur kortið verði tað einasta, sum bæði hevur hæddir á landi og dýpi á sjógvi á sama prenti.
Kortstøddin er 120 ferðir 80 sentimetrar og støddin er 1:100.000.
Sí Føroyakortið her í stórari upploysn
Eitt nú eru vindmyllulundir teknaðar inn á nýggja kortið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2022
Tróndur Patursson, Hanni Bjartalíð, Fríða Matras Brekku, Julie Sass, Inge Lise Westmann og Anna Seppälä kunnu upplivast komandi tíðina
Nú heystódnirnar so smátt hava brett upp um armar og eru farnar í gongd við at halda levint og gang, meðan myrkrið ger seg út til at myrkna, hvat er tá frægari at gera enn at savnast kring ta góðu listina?
Ein nýggj framsýning við nýggjari og eldri grafiskari list, vatnlitsmálningum og tusjtekningum er latin upp í Steinprenti. Framsýnd verða verk hjá Tróndi Patursson (FO), Hanna Bjartalíð (FO/FIN), Julie Sass (DK), Inge Lise Westmann (DK), Fríðu Matras Brekku (FO) og Anna Seppälä (FIN).
Trónd Patursson kenna tey flestu. Hann er við á framsýningini uppá tveir mátar; sum listamaður og model, tí hann er myndevnið á fína silvurprentinum hjá Fríðu Matras Brekku. Tróndur hevur arbeitt á verkstaðnum í Steinprenti í nakrar vikur, har hann hevur gjørt sjey prent, harav tey fimm verða framsýnd. Myndevnini eru tey ikonisku við einum sterkt bláum, reyðum, grønum ella gulum botni og so einum organiskum svørtum kalligrafiskum mynstrið omaná. Millum svarta mynstrið og bjarta lithavið kyknar eitt veldugt rúm við ímyndanini av kosmos millum himmal og hav.
Hjá Inge Lise Westmann snýr tað seg somuleiðis um náttúruna, men perspektivið tykist eksistentialistiskt – í øllum førum bera hesar myndir brá av menniskjasporum í náttúruni.
Hanni Bjartalíð hevur teknað vakrar tusjtekningar av rúmum við figurum og lutum, sum verða framsýndar saman við trimum prentum av eini plantu, sum sæst eins og eitt myrkt mynstur upp móti eini einlittari bakgrund. Og sjálvt um lýsingin av hesum myndum kundi líkst lýsingini av myndunum hjá Tróndi, er stórur munur á teimum. Hjá Hanna Bjartalíð er eingin lutur ov lítil ella ov týdningsleysur til at gerast myndevni – her er tað ikki stórbært og øgiligt, men meira inniligt og heimligt við plássi fyri vakurleikanum í tí, sum er kring okkum.
Á framsýningini hongur ein framúrskarandi svørt mynd hjá Julie Sass, sum hevur arbeitt nógv í Steinprenti og hevur t.d. gjørt fleiri bøkur í samstarvi við Steinprent. Fyri stuttum kom bókin “JULIE SASS: Temporary Constellation” út við tekstum hjá nógvum ymiskum høvundum, ið øll skriva um einstøk verk hjá Julie, t.d. Mikkel Bogh, Dina Vester Feilberg, Barry Schwabsky og undirritaða, Kinna Poulsen.
Myndevnið hjá Anna Seppälä er fyrst og fremst menniskjað – eisini tá myndirnar hava heiti, ið sipa til uttanjarðligar vitverur. Hygg bara eftir hasum grøna dronginum, sum kagar út millum bløðini á eini pottaplantu; góðan dagin harra Livingstone - er tað í tí fremmanda, vit møta okkum sjálvum?
Kuraterað framsýningina hevur Louise Aakerman Nielsen. Steinprent er opið mánadag til fríggjadag frá 9-17 og leygardag frá 11-16.
Skrivað hevur: Kinna Poulsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2022
'Føroysk Orðatøk' er ein endurskoðað, økt og snøggað útgáva av 'Fátt er betri - 1196 føroysk orðatøk' frá 2009, sum hevur verið útseld í eina tíð
Vit kenna tey øll. Tey liva okkara millum og okkum dámar eisini væl at spæla við tey og broyta tey til nútíðina og serstøk høvi. Tey hava altíð veitt íblástur til upplýsing og undirhald, álvara og gaman. Summi yvirliva, onnur hvørva. Orðatøk eru seinasta livandi greinin innan skaldskap av mannamunni, og nú finnast tey í størstu útgávu av sínum slagi á føroyskum.
Út er nevniliga komin nýggj bók “Føroysk orðatøk”, ið Páll Isholm hevur ritstjórnað. Páll hevur í mong ár arbeitt miðvíst við at savnað og skráseta orðatøk.
Tey flestu eru úr størri og smærri søvnum bæði útgivnum og óútgivnum, onnur eru úr orðabókum og uppaftur onnur eru frá munnligum keldum av ymiskum slagi. Elsta keldan er “Dictionarium Færoense” eftir J. C. Svabo frá endanum av 18. øld, meðan yngsta keldan er eini facebookboð frá í summar.
Páll hevur áður verið við til at geva út ‘Steinur brestur fyri mannatungu – ein tiltaksorðabók á føroyskum’ (2003), sum í dag er partur av orðabókaportalinum sprotin.fo og ‘Fátt er betri – 1196 føroysk orðatøk’ (2009), sum hevur verið útseld eina tíð.’ Bókin ‘Føroysk orðatøk’ er ein endurskoðað, økt og snøggað útgáva av hesari.
Bókin er skipað í tríggjar partar, so lætt er at finna fram til eitt hóskandi orðatak til eitt og hvørt høvi. Í fyrsta parti eru orðatøkini skipað eftir evni, og í øðrum parti eru tey skipað í bókstavaraði eftir fyrsta bókstavi. Í triðja parti eru tey orðatøkini, sum eru løgd afturat útgávuni ‘Fátt er betri’ endurgivin.
Paula S. á Torkilsheyggi hevur sniðgivið og sett bókina upp, og Estra í Syðrugøtu hevur staðið fyri prentingini. Bókin er stuðlað av Eysturkommunu, Mentanargrunni landsins og Fjølriti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2022
Eivør verður gestur á stóra showinum í Musikhuset í Helsingfors
Týskvøldið 1. november verður avdúkað hvørji fáa virðislønir Norðurlandaráðsins í ár. Hetta hendir á einum tiltaki úr Musikhuset í Helsingfors, sum verður sent beinleiðis í øllum Norðurlondum.
Føroyska Eivør Pálsdóttir vann tónleikavirðislønina í fjør, og hon verður ein av teimum, sum fara at upptraðka til showið í ár.
Í ár eru sjeyti ár liðin síðan Norðurlandaráðið varð sett á stovn, og hetta verður markerað á tiltakinum, sum verður hildið í sambandi við at ráðið savnast til ársfund í finska høvuðsstaðnum.
Á hvørjum ári letur Norðurlandaráðið fimm heiðurslønir innan bókmentir, tónleik, film og nýhugsan innan umhvørvisøkið.
- Mentanarsamstarvið er ein av grundsúlunum í norðurlendska samstarvinum. Á heiðurslønahandanini í Helsingfors fagna vit norðurlendska mentanarlívið og stóra íkastið, ið verður gjørt innan bókmentir, film og tónleik. Vit markera eisini tiltøk á umhvørvisøkinum, og tað er av týdningi, tá veðurlagskreppan stendur ovarlaga á dagsskránni hjá okkum, sigur finskiErkki Tuomioja, sum er forseti fyri Norðurlandaráðið í ár.
Tilsamsns 50 verk og tiltøk úr øllum norðurlondum eru tilnevnd til virðisløn í ár. Føroyingarnir, sum eru í uppskoti í ár eru: Beinir Bergsson fyri yrkingasavnið “Sólgarðurin”, Dánial Hoydal og Annika Oyrabø fyri barna- og ungdómsbókina “Abbi og eg og abbi” og Unn Patursson fyri útgávuna 1902 við sangbólkinum Kata.
Føroyar eru ikki komnar so langt á filmsøkinum, at vit eru upp á tal til filmsvirðislønina og til umhvørvisvirðislønina var onki uppskot úr Føroyum valt í ár.
Heiðurslønarvinnararnir fáa 300.000 danskar krónur umframt eina lítla borðstandmynd, kallað ‘Nordlys’.
Tað verður Eivør Pálsdóttir, sum handar tónleikavirðislønina. Eivør skal eisini upptraðka sum hin seinasta á showinum hetta kvøldið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2022
Nú er greitt, at tað verður Liverpool, sum vegna Ukraina skal vera vertur fyri altjóða sangkappingini næsta ár
Nú er greitt, at tað verður eingilski býurin Liverpool, í verður vertur fyri altjóða Eurovsion sangkappingini í 2023.
Í summar varð boðað frá, at næsta umfar av sangkappingini skuldi haldast í Stórabretlandi, hóast tað var Ukraina, sum vann ársins umfar í italska býnum Torino í mai.
Hetta var orsakað av krígnum, sum er í landinum í løtuni, og tí fekk Stórabretland, sum gjørdist nummar tvey í kappingini, heiðurin at skipa fyri kappingini.
Ein hópur av bretskum býum bjóðaðu seg fram sum vertsbý, og at enda stóð valið ímillum Liverpool í Onglandi og Glasgow í Skotlandi. Fríggjadagin varð so boðað frá, at valið fall á Liverpool.
Liverpool er kendur sum ein mentanarbýur, sum dregur nógv ferðafólk at sær. Býurin er m.a. kendur sum heimstaður hjá bólkinum The Beatles.
Stórabretland hevur verið vertur fyri Eurovision sangkappingini átta ferðir áður, og fýra ferðir var tað orsakað av, at tað ikki bar til hjá vinnandi landinum at skipa fyri kappingini. Seinast Eurovision var í Stórabretlandi var í 1998, tá kappingin varð hildin í Birmingham.
Eurovision Song Contest 2023 verður í døgunum 9.-13. mai næsta ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2022
Altjóða vatnorkudagur er í dag
Altjóða vatnorkudagur er í dag, skrivar heimasíðan hjá Sev, sum eisini staðfestir, at føroyska ravmagnsframleiðslan úr vatnorku hevur roynst væl. Okkurt bendir á, at Sev er við at nærkast einum nýggjum meti í ár, hvat vatnorkuframleiðslu viðvíkur.
Higartil í ár hevur vatnorkan staðið fyri 28 prosentum av samlaðu elorkuframleiðsluni, og tað merkir, at í ár hevur tað verið soleiðis, at nærum triðju hvørja ferð, vit tendraðu ljósið, løddu telefonina ella bilin, var tað streymur úr vatnorku, vit brúktu.
Til og við september 2022 vóru 88,1 GWt framleiddir úr vatnorku. Hetta er 30 GWt fleiri enn í fjør og smáir 2 GWt fleiri enn í 2015, sum var metár fyri vatnorkuframleiðslu við 85,5 GWt.
Seks vatnorkuverk eru í Føroyum. Trý í Vestmanna (Mýrarnar, Fossá og Heygar), eitt á Eiði, eitt við strond á Borðoynni og eitt í Botni í Suðuroynni.
Vatnorkuverkið í Botni í Vági er tað elsta. Tað varð tikið í brúk fyri góðum 101 árum síðani, í juli 1921.
Á heimasíðuni hjá Sev ber til allatíðina at fylgja við, hvaðani streymurin kemur. Um middagsleitið í dag komu góð 51 prosent frá vatnorku, 39 prosent frá dieselverkunum, 7,5 prosent frá vindorku, 2 prosent frá biogassi og 0,1 prosent frá sólorku.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2022
Skansi Offshore hevur vegna veitingarskipið Kongsborg undirskrivað ein nýggjan trý-ára sáttmála við norska orkufelagið Equinor
Sum partur av avtaluni verður nýggj battarískipan sett í Kongsborg. Eisini hevur reiðaríið lagt fram eina verkætlan, ið miðar eftir at broyta skipið, til at kunna verða drivið við ammoniakk sum brennievni. Endamálið við hesum er at minka um útlátið við 90 prosentum, sigur Skansi Offshore í tíðindaskrivi.
- Reiðaríið fer at gera sítt besta fyri at viðvirka til málsetningin í hesari verkætlan við tí fyri eyga, at umbyggja Kongsborg tá ið tøknin til tess er vorðin góðkend, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Skansi Offshore.
Skansi og Equinor hava somuleiðis longt sáttmálan fyri Sjóborg í eitt ár, soleiðis at hesin gongur til november 2023 við møguleika fyri at leingja við fýra árum. Sjoborg, sum tey seinastu fimm árini hevur arbeitt fyri Equinor, var fyrsta skipið hjá Skansi at fáa battarískipan setta í.
Nýggj tøkni, alternativt brennievni
Skansi Offshore hevur sostatt lagt frammarlaga í mun til menningina av nýggjari tøkni til alternativt brennievni. Reiðaríið hevur eisini frá byrjan lagt dent á at uppfyllla hægstu krøv innan HSEQ (heilsu, trygd, umhvørvi, góðsku).
Skansi hevur ein greitt orðaðan politikk fyri at stuðla upp undir virðir og mannagongdir kring trygdina hjá starvsfólkum, umhvørvinum, okkara skipum og farminum.
Reiðaríið virkar eftir bestu praksis og ídnaðarstandardum og skipar arbeiðið við støði í tí altjóða HSEQ skipanini fyri skip, nevniliga ISM-Code og ISPS, umframt ISO 9001/14001/45001 og Skansi Life Saving Rules.
Skansi Offshore hevur javnan umvælt síni fimm veitingaskip og endurnýggjað og uppstigað útgerð og annað umborð. Sjóborg fekk oljusparandi battarískipan í 2017, og Kongsborg fær nú eisini slíka. Næsta stig verður at menna Kongsborg til at vera rikið við ammoniakk.
- Vit hava alla orsøk til at fegnast um hesar sáttmálar. Okkara skiparar og manningar hava víst sína styrki í at veita framúr góða tænastu við hjálp av okkara væl útgjørdu veitingaskipum. Sáttmálarnir eru ein álitisváttan frá einum sera stórum og krevjandi altjóða aktøri, sum Equinor, viðmerkir Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore.
Meir virksemi aftur
Higartil í ár hava Saeborg, Tórsborg og Sjóborg verið á sáttmála við Equinor. Eldborg hevur hinvegin virkað á spotmarknaðinum, fyrst í tænastu fyri Peterson í Hollandi og Ithaca í Bretlandi, og nú í norskum øki.
Kongsborg hevur síðan januar arbeitt undir sáttmála við Shell. Tann sáttmálin endar í seinnu helvt av oktober 2022, og haðani fer skipið beinleiðis í tænastu fyri Equinor undir sínum nýggja trý-ára sáttmála.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2022
Hvørjir eru møguleikarnir fyri at menna flótandi havvindorku í Norðuratlantshavi og her m.a. í Føroyum og Íslandi er eitt av evnunum, sum verður viðgjørt á ráðstevnu í Reykjavík
Í hesum døgum verður tann høgtmetta afturvendandi arktiska ráðstevnan, Arctic Circle, hildin í Reykjavík, og millum luttakararnar er eisini eitt umboð fyri SEV, sum í dag fer at umrøða framtíðar møguleikarnar fyri at menna havvindorku í Føroyum og Íslandi. Tað er Terji Nielsen, menningrlleiðari hjá SEV, sum fer at umrøða henda so týðandi partin av framtíðar grønari orkuframleiðslu.
Enn er ikki komið hartil, at føroyskar fyritøkur ella tað almenna hava sett út í kortið ein orkupolitikk á havinum kring Føroyar. Kassarnir á myndini vísa møgulig støð at leggja framtíðar flótandi havvindmyllur
SEV er ein av høvuðsmotorunum at flyta Føroyar fram á grønu leiðini. Undir heitinum “Ocean Energy: A vital future source”, Havorka - eitt týðandi framtíðar tilfeingi verða fleiri framløgur. M.a. fer norðmaðurin Trond Kvamsdal, fprofessari við vísindaliga og tøkniliga lærda háskúlan í Norra at tosa um flótandi havvindmyllur, og Marte Rusten eisini úr Norra fer at umrøða bioversitet í norðurlendskum havvindorkuverkætlanum.
Terji Nielsen frá SEV greiðir Gunther Newcombe, stjóra fyri Orion orkuverkætlanini í Hetlandi frá um orkustøðuna í Føroyum undir hansara vitjan í Føroyum fyrr í ár. Á myndini er eisini Hákun Djurhuus, SEV stjóri og Louis Wilson, umboð hjá FOÍB í London (Mynd: Jan Müller)
Fyriskiparar av hesum partinum av Arctic Circle eru Nora, útnorðursamstarvið og Umhvørvisstovan í Føroyum og Nordic Energy Research í Norra. Framløgurnar verða í Kaldalóni í Hørpuni í Reykjavík í dag frá kl. 15.05 til 16.00. Millum áhoyrarnar er eisini stjórin á Orka á Umhvørvisstovuni, Kári Mortensen.
Eingin ivi er um, at spennandi verkætlaninar við vindorkumylnulundum í Føroyum eisini fara at verða umrøddar á Arctic Circle í Reykjavík, ikki minst nú nógv góð og jalig tíðindini eru at frætta um vaksandi grøna vindorku.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2022
Funnist verður at, at Noreg ikki hevur fyrireikað seg móti ágangi móti týðandi orkuinfrakervi fyri mongum árum síðani
Nú tað í stóran mun er skrúvað fyri gassveitingum úr Russlandi til Evropa, er Norra vorðið mest týðandi veitarin av gassi til flest øll lond í Evropa.
Gassið kemur í mestan mun gjøgnum rørleiðingar á havbotninum. Nú herverk er gjørt móti gassleiðingum í Eystrasalti og Russland verður mett at standa aftranfyri, eru myndugleikarnir í Norra farnir at bera ótta fyri, at nakað tað sama kann henda í Norðsjónum. Spurt verður: er møguleiki hjá eitt nú russum at fremja sambotasju móti orkulívlinjuni millum Norra og Evropa og er hetta nakað, sum Russland longur hevur lagt til rættis?
Í Noregi eru 8.800 kilometrar við olju- og gassleiðingum. Hesir eru av alstórum týdningi fyri orkuveitingina í Evropa og eisini heilt berandi fyri norska búskapin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2022
Stríðsmaðurin og rithøvundurin Ales Bialiatski og felagsskapirnir Memorial og Center for Civil Liberties, ið hoyra heima í ávikavíst Russlandi og Ukraina fáa friðarheiðurslønina í ár
Friðarheiðursløn Nobels 2022 verður latin fongslaða hvítarussiska rithøvundanum og stríðsmanninum Ales Bjaljatski og mannarættindafelagsskapunum Memorial og Center for Civil Liberties, sum hoyra heima í ávikavíst Russlandi og Ukraina.
Tað kunngjørdi norska Nobelnevndin fyri viku síðani.
Bjaljatski hevur sitið inni millum 2011 og 2014, og í 2020 varð hann aftur koyrdur í fongsul í sambandi við stóru mótmælini móti hvíturussisku stjórnini. Mótmælisfólkini kravdu, at forsetin, Aleksandr Lukasjenko skuldi leggja frá sær og løgdu stjórn hansara undir at hava framt valsvik í sambandi við forsetavalið í 2020, sum sitandi forsetin vann, sambært almenna úrslitinum.
Memorial varð stovnaður í 1987 av stríðsfólkum í fyrrverandi Sovjetsamveldinum. Ein av stovnarunum, Andrej Sakharov, hevur sjálvur fingið friðarheiðursløn Nobels. Hægstirættur í Russlandi kravdi í desember í fjør, at felagsskapurin skuldi avtakast, tí hann bar seg at sum ein "útlendskur agentur".
Center for Civil Liberties varð stovnað í Kyiv í 2007. Felagsskapurin hevur arbeitt fyri mannarættindi og fólkaræði. Undir krígnum í Ukraina hevur felagsspurin eisini luttikið í arbeiðnum at skjalprógva krígsbrotsverk.
– Við ársins friðarheiðursløn ynskir norska Nobelnevndin at heiðra tríggjar framúrskarandi forsprákarar fyri mannarættindi, fólkaræði og friðarliga samtilveru í grannalondunum Hvítarussland, Russland og Ukraina, stendur í grundgevingini hjá nevndini, sum Ritzau endurgevur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2022
A-landsliðið hjá monnum skal nakrar túrar eystueftir næsta ár, og Lewandowski verður helst millum leikararnar, ið verða at síggja á Tórsvølli, tá undankappingin til EM 2024 verður spæld: Poland, Kekkia, Albania og Moldova eita mótstøðuliðini
Føroyar fingu ikki heilt stórar fótbóltstjóðir úr pottinum, tá lutakastið til EM-undankappingin var í Frankfurt am Main sunnudagin.
EM-endaspælið í 2024 verður í Týsklandi, og hóast tað er ósannlíkt, at Føroyar verða eitt av liðunum í endaspælunum, so er møguleikin avgjørt til staðar fyri fleiri stigum.
Hetta er greitt, eftir at Føroyar endaðu í bólki E saman við tveimum londum úr Miðevropa og tveimum úr Eysturevropa
Bólkur E:
Poland
Kekkia
Albania
Føroyar
Moldova
Hóast tað ikki kom nakað lið úr niðasta styrkisbólki, hóast einki heilt stórt lið kemur á Tórsvøli, og nakrir longri túrar eystureftir skulu til, so er talan um eitt gott føroyskt lutakast, um tað verður hugt ítróttarliga eftir tí.
Poland var millum veikastu liðini úr ovasta styrkisbólki, og tað sama er galdandi fyri Albania og triðja styrkisbólk. Føroyar hava ongantíð verið í bólki saman við hesum londum fyrr í undankapping.
Tað var síðst í 90unum, at Føroyar og Kekkia spældu tveir rímiliga tættar dystir í EM-undankapping. Kekkar hava á pappírinum als ikki eins sterkt lið sum til dømis tá.
Í HM-undankappingini í fjør spældu Føroyar móti Moldova. Har eydnaðist at vinna á Tórsvølli - dysturin í Moldova endaði við javnleiki.
Byrja úti móti Moldova
Dystirnir verða spældir soleiðis:
24. mars Moldova – Føroyar (kl. 19:45)
17. juni Føroyar – Kekkia (kl. 19:45)
20. juni Føroyar – Albania (kl. 19:45)
07. sept. Poland – Føroyar (kl. 19:45)
10. sept. Føroyar – Moldova (kl. 17:00)
12. okt. Føroyar – Poland (kl. 19:45)
15. okt. Kekkia – Føroyar (kl. 17:00)
20. nov. Albania – Føroyar (kl. 19:45)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2022
Atli Gregersen hevur í 18 kappingarár umboðað fyrst GÍ og síðani Víking. Hann hevur eisini roynt at leikt á á liði saman við soni sínum
Atli Gregersen hevur spælt 400 dystir í bestu deldini.
Hann spældi sítt fyrsta kappingarár í bestu deildini í 2004 við GÍ, og hevur síðani verið í hópinum í felagnum, sum í 2008 gjørdist til Víkingur.
- Tað er nokk eingin loyna, hvønn týdning Atli hevur havt fyri okkara felag. Allar tær litríku viðmerkingar, tey nógvu kortini, steypini hann hevur lyft uppum høvd, steypini hann hevur latið aðrar lygt uppum høvd, tær góðu løturnar og tær minni góðu løturnar, skrivar Víkingur á heimasíðuni.
Atli Gregersen gavst á landsliðnum í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)
400 dystir í bestu deildini, 17 mál, 92 gul kort, 15 reyð kort, 61 steypadystir, 27 Europa dystir, 59 A-landsdystir, 12 U-landsdystir, fimm Løgmanssteyp og tvey FM heiti.
- Ein kann bara ímynda sær hvussu nógvir tímar eru blivnir brúktir í Sarpugerði, og ikki minst við landsliðnum, sum eisini hevur nýtt ágóðarnir av Atla sum liðskipara.
Í august mánað leikti 40 ára gamli Atli Gregersen á besta liðnum saman við 16 ára gamla soninum, Árna Nóa Atlason.
- Takk fyri títt kempistóra íkast og ídni, Captain fantastic og til lukku við landskappingardysti nummar 400, sigur Víkingur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2022
Evropeiska plássið hjá EB/Streymi gjørdist meira fjart, tá 07 Vestur vann 3-0 við Margáir í miðvikudysti
07 Vestur hevur at kalla tryggja sær yvirliving í bestu fótbóltsdeildini.
Tað gjørdu vágamenn mikukvøldið við 3-0 sigri á EB/Streymi. Dysturin skuldi spælast sunnudagin 2. oktober, men orsakað av ov nógvum vindi var dysturin avblástur tíðliga í seinna hálvleiki.
Mikukvøldið var byrjað av nýggjum, og tá avtornaði var 07 Vestur vinnari.
Daniel Obbekjær, Jasper van der Heyden, og Janus Svabo Samuelsen tóku sær av málunum hjá vágamonnum.
EB/Streymur hevði annars nógv at spæla um, tí bara trý stig vóru upp til B36 á fjórða plássið sum gevur nógvu evropamilliónirnar.
Hetta var eitt stórt stig á leiðini hjá 07 Vestur at tryggja seg í Betri deildini hjá monnum við seks stigum niður til NSÍ undir niðurflytingarstrikuni, nú bara seks stig eru eftir at spæla um.
EB/Streymur - 07 Vestur 0-3 (0-0)
58’ Daniel Obbekjær 0-1
65’ Jasper Van Der Heyden 0-2
73’ Janus Svabo Samuelsen 0-3
1. KÍ 71 stig
2. Víkingur 54 stig
3. HB 49 stig
4. B36 38 stig
5. EB/Streymur 35 stig
6. 07 Vestur 27 stig
7. AB 27 stig
8. B68 24 stg
9. NSÍ 21 stig
10. Skála 9 stig
Sunnudagin kl. 15: B36-HB
Sunnudagin kl. 15: NSÍ-B68
Sunnudagin kl. 15: AB-Víkingur
Sunnudagin kl. 16: EB/Streymur-KÍ
Sunnudagin kl. 18: Skála-07 Vestur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2022
Tap móti Víkingi sunnudagin hevur við sær, at møguleikarnir at halda sær uppi í bestu deildini fækkast
Møguleikarnir hjá runavíkingum framhaldandi at spæla sunnudagsfótbólt fækkast altsamt. Sunnudagin var trupul útidystur móti Víkingi á skránni, og hóast vespurnar úr Runavík løgdu seg á odda, gekk ikki lang tíð áðrenn Víkingur javnaði.
Smáar tíggju minuttir fyri leiktíð legði Gunnar Vatnhamar Víking á odda 2-1, og tryggjaði teimum ljósabláu sigurin.
NSÍ er framvegis undir niðurflytingarstrikuni, og trý stig eru upp til B68 og 07 Vestur á sjeynda og áttanda plássið. Tískil verður tað ein sannur gysari tá NSÍ og B68 bresta saman við Løkin í Runavík í morgin, sunnudagin.
Hjá Víkingini kom sigurin væl við í stríðnum við HB um annaðplássið, tí havnarmenn taptu 1-0 móti meistarunum í Klaksvík.
Mads Boe Mikkelsen skoraði málið hjá KÍ, men tey munnu vera nógv HB-viðhaldsfólk sum kenna sef snýtt fyri eitt mál, sum var dømt rangstøða.
KÍ - HB 1-0 (0-0)
53’ Mads Boe Mikkelsen 1-0
Víkingur - NSÍ 2-1 (0-0)
52’ Jørgen Nielsen 0-1
56’ Martin Klein Joensen 1-1
81’ Gunnar Vatnhamar 2-1
Myndir: Sverri Egholm
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2022
Argjamenn vunnu leygardagin týðandi sigur á toftamonnum og hava nú 27 stig
Nú sær gott hjá AB í mun til at yvirliva í bestu deildina. Við sigri móti B68 á Svangaskarði leygardagin vunnu argjamenn seg upp á 27 stig, og eru nú trý stig frammanfyri B68, fýra frammanfyri 07 Vestur og seks stig frammanfyri NSÍ.
Hóast B68 hevur vunnið nógv stig í seinastuni, hevur tað ikki verið nokk til at vinna sær úr stríðnum um niðurflyting. Í morgin, í næstsíðsta umfari, eru toftamenn á vitjan hjá NSÍ sum kann gerast ein avgerandi dystur um niðurflyting.
Á Skála, har EB/Streymur var á vitjan, var søgan hin sama. Heimaliðið var væl við, men megnaði ikki at fáa neyðugu málini sum skulu til fyri at vinna fótbóltsdystir. Undanfarna vikuskiftið gjørdist greitt, at Skála flytur niður í næstbestu deildina at spæla næsta ár.
07 Vestur og B36 eitt stig í part
Tað bendi leingi á, at 07 Vestur fór at klára at standa ímóti trýstinum frá B36, men í síðstu løtu eydnaðist tað havnarmonnum at javna og tryggja sær ta eina stigið.
07 Vestur legði seg annars á odda í 18. minutti, tá Høgni Egilstoft Nielsen var síðsti maður á bóltinum.
Brian Jakobsen javnaði fyri B36 í 91. minutti.
Hjá 07 Vestur kom tað eina stigið kortini væl við, og teir eru nú javnir við B68 og hava 24 stig á sjeynda og áttanda plássið.
B68-AB 0-1 (0-1)
14’ Teitur Debes Olsen 0-1
Skála - EB/Streymur 0-1 (0-0)
75’ Filip Djordjevic 0–1
07 Vestur - B36 1-1 (1-0)
18' Høgni Egilstoft Nielsen 1-0
90' Brian Jakobsen 1-1
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2022
Eftir tvey ár í Klaksvík takkar sviin fyri seg eftir hetta kappingarárið. Hann hevur í ár verið venjari hjá besta kvinnuliðnum og næstbesta liðnum hjá monnum
Eftir tvey ár í Klaksvík, takkar sviin, Jens Wedeborg fyri seg eftir hetta kappingarárið. Tað skrivar KÍ á heimasíðuni.
Hann kom upprunaliga til KÍ sum ungdómsvenjari, og hjálpti Glen Ståhl. Seinni tók hann yvir í 1. deild, og í ár hevur hann bæði verið venjari hjá besta kvinnuliðnun og á næstbesta liðnum hjá monnum.
- KÍ takkar Jens fyri tíðina í felagnum, har hann hevur ment okkara tilgongd, bæði á ungdómsliðum, 1. deild monnum og ikki minst á kvinnusíðuni, skrivar felagið.
Seinasti dystur hjá Jens Wedeborg verður steypafinalan hjá kvinnum, tá KÍ og HB bresta saman á Tórsvølli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2022
Umsóknin varð í vikuni send til Uefa
Við stuðli frá fótbóltssambondunum í Føroyum og Íslandi, hava Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland í vikuni givið boð um at sleppa at skipa fyri EM-kappingina fyri kvinnur í 2025.
Norðurlendsku fótbóltssambondini hava í yvir fýra ár arbeitt tætt saman fyri at koma við einum sterkum felags boðið upp á eitt stórt meistaraskap.
Um tey fýra norðurlondini fáa kappingina, verða dystirnir spældir í teimum fýra høvuðsstøðunum umframt Odense í Danmark, í Tróndheimi í Noregi, Göteborg í Svøríki og Tammerfors í Finnlandi.
EM-finalan skal eftir ætlanini spælast á Friends Arena í Stockholm, sum er størsti fótbóltsleikvøllur í Norðurlondum við plássi fyri 50.000 áskoðarum.
Frakland, Poland og Sveits hava eisini givið boð um at halda kappingina. Avgerðin um hvør fær hana verður tikin 25. januar 2023.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2022
Kvinnulandsliðið endaði Baltic Cup við einum 3-1 tapi fyri estlendsku vertunum í finaluni
Føroyska avrikið var ikki av teimum bestu í Baltic Cup finaluni hesaferð. Undantikið nakrar lutfalsliga stuttar løtur í dystinum, har føroyska liðið bjóðaði av, var tað Estland, sum javnt og samt hótti føroyska málið tað mesta av dystinum.
Vertirnir fingu hol á málskjótingina miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og eittmálsleiðslan helt sær til hálvleiks. Fyrstu løtuna eftir steðgin sá frægari út við føroyskum brillum, og spenningurin øktist enn meira, tá estlendska verjan stutt eftir hálvleik kloddaði bóltin í egið mál til støðuna 1-1.
Tíverri vóru vertirnir skjótar at endurvinna sær leiðsluna, og leikliga yvirvágin tryggjaði teimum tvey mál afturat í seinna hálvleiki, soleiðis at dysturin endaði 3-1 til Estland.
– Vit kenna okkum vónbrotnar beint nú, tí hetta var ein dystur, har vit høvdu viljað givið teimum skarpari gang. Men tær høvdu munin í dag, og vit kunnu bara taka tað við okkum, sum vit læra og kunnu betra til komandi uppgávur, sigur Birita Ryan við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum eftir dystin.
Samanumtikið endaði landsliðið sostatt Baltic Cup kappingina við einum 3-2 sigri móti Lettlandi og einum 3-1 tapi móti Estlandi. Nú verður vetrarsteðgur í dystarskránni hjá landsliðnum, áðrenn farið verður undir nýggja EM undankapping í vár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2022
Hoyvíkskvinnur vunnu 30-23 móti eysturríkska liðnum
H71-kvinnur vunnu í gjárkvøldið fyrra dystin í EHF European Cup-kappingini móti SC Ferlach í Eysturrríki.
Báðir dystirnir verða leiktir í Ballspielhalle Ferlach í Eysturríki, og hóast hoyvíkskvinnur vóru mettar at vera favorittar undan dystinum, var trupult at siga, hvusssu tað fór at ganga.
Men tað gekk væl, má sigast. Í hálvleikinum var 16-12 til H71, og í úrslitið av dystinum gjørdist 30-23 til hoyvíkskvinnur.
Í fjør megnaði H71 at koma heilt í fjórðingsfinaluna í Europa Cup, men vandin fyri kríggi steðgaði europeiska ævintýrinum tá.
Seinni dysturin verður í kvøld klokkan 18. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo.
H71 - SC Ferlach 30-23 (16-12)
Føroysku málini skutu:
Marita Mortensen 7
Jana Mittún 6
Gurið á Borg 4
Vár Bentsdóttir 3
Lív Bentsdóttir 3
Anna Elisabeth Halsdóttir Weihe 3
Elsa Egholm 2
Brynhild Pálsdóttir 1
Lukka Arge 1
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2022
Hóast tað sá gott út hjá Føroyum onkra løtu, taptu vit við fýra málum móti Ukraina
Ukraina var í kvøld vertur fyri EM-undankappingardyst móti Føroyum. Dysturin var av givnum orsøkum ikki leiktur í Ukraina, men varð fluttur til týska býin Aschaffenburg, nærhendis Frankfurt.
Føroyar fingu eina góða byrjan, men síðani setti heimaliðið seg á spælið. Ukraina skoraðu heili 18 mál í fyrra hálvleiki meðan okkara menn skoraðu 14.
Í seinna hálvleiki fingu Føroyar eina betri byrjan og eina løtu var munurin bara eitt mál.
Men tá málverjin Pauli Jacobsen av einari ella aðrari orsøk fekk eina útvísing í 49. minutti, tóktuskt vit missa tamarhaldið á dystinum, og munurin gjørdist stórur.
Ukraina vann við fýra málum, 29-25.
Sunnudagin er aftur EM-undankappingardystur hjá Føroyum. Tað verður í Høllini á Hálsi og besta liðið í bólkinum, Eysturríki, er á vitjan.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Tróndur Mikkelsen 5
Vilhelm Poulsen 4
Rói Berg Hansen 3
Pauli Mittún 3
Óli Mittún 3
Hákun West av Teigum 3 (1)
Teis Horn Rasmussen 2
Kjartan Johansen 1
Helgi Hildarson Hoydal 1
Málverjar:
Pauli Jacobsen 10 bjargingar
Nicholas Satchwell 1 bjarging
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2022
Kári Horn hevur lagt frá sær sum venjari í sátt og semju við nevndina, og parið Ljósstein, sum hevur verið við at vunnið nógv heiðursmerki og steyp til felagið, tekur yvir
Kári Horn tók beint fyri jól í fjør við sum venjari hjá besta liðnum hjá Stjørnuni.
Havnarmaðurin hevur síðani staðið á odda, og tað var millum annað nær við, at Stjørnan í februar kom í steypafinaluna fyri fyrstu ferð í tíggju ár.
Nú fýra umfør eru leikt í SMS-deildini er greitt, at Kári Horn ikki heldur fram sum venjari í Klaksvík.
- Kári Horn hevur lagt frá sær sum venjari í SMS-deildini. Hetta er gjørt í sátt og semju við nevndina og venjara. Vit vilja takka Kára fyri tíðina hann hevur verið við okkum sum venjari.
Kári Horn var venjari hjá Stjørnuni í seinnu hálvu síðsta kappingarár og fyrstu fýra dystirnar hetta árið (Mynd: Sverri Egholm)
Hesum boðaði Stjørnan frá mánakvøldið. Samstundis varð kunngjørt, at nýtt venjaratoymið er uppá pláss.
Talan er um Svein Rógva Nielsen Ljósstein og Anniku Karlsdóttir Ljósstein, ið bæði hava drúgvar royndir innan hondbólt.
Svein Rógvi hevur verið venjari ymsastaðni, og eisini virkin innan rógving og fótbólt, og hann var millum annað venjari hjá Stjørnuni miðskeiðis í 00'unum, tá bæði FM- og steypagull komu í hús. Tá var Annika leikari, og hon hevur verið við til at vunnið nógv heiðursmerkir til barndómsfelagið.
Stjørnan skrivar, tey gleða seg til komandi samstarvið við Svein Rógva og Anniku. Fyrsti dysturin við parinum á odda verður á útivølli móti EB fríggjakvøldið klokkan 20. Stjørnan hevur vunnið tríggjar útav sínum fýra dystum higartil í ár og hevur harvið seks stig og liggur á 3. plássi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2022
Oddadysturin í høllini á Hálsi endaði 27-27
Kyndil og H71 deildu stigini í SMS-deildini sunnudagin, tá liðini hittust í Høllini á Hálsi. Støðan var 11-10 til gestirnar í steðginum, men í byrjanini av seinna hálvleiki steðgaði upp við málskjótingini hjá kyndlakvinnum.
Eitt skifti var munurin fimm mál, men Kyndil át seg inn aftur á H71, og móti endanum kundi tað farið báðar vegir.
Liðini fingu eitt stig í part við úrslitinum 27-27.
Turið Arge Samuelsen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við tíggju málum. Jana Mittún var toppskjútti hjá H71 við sjey málum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Kyndil-H71 27-27 (10-11)
VÍF - Stjørnan 25-28
Neistin - EB 32-20
Støðan eftir fýra umfør:
Kyndil 7 stig
H71 7 stig
Stjørnan 6 stig
Neistin 4 stig
VÍF 4 stig
VB 3 stig
StÍF 1 stig
EB 0 stig
Dystirnir hetta vikuskiftið:
Fríggjakvøldið kl. 18: EB - Stjørnan í Høllini á Eiði
Sunnudagin kl. 14: VÍF - Kyndil í Høllini í Vestmanna
Sunnudagin kl. 14: Stíf - Neistin í Høllini á Skála
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2022
Ajax København fekk týskvøldið óvæntað javnleik móti Silkeborg
Leygardagin tapti Ajax København við einum máli á heimavølli móti Randers, men týskvøldið, tá Súna Krossteig Hansen og Lív S. Poulsen vóru á vitjan í Silkeborg, eydnaðist tað at fáa eitt stig í hús.
Tað var Ajax København, sum var á odda at kalla allan fyrra hálvleik, men í seinna hálvleiki vendi, og munurin var eitt skifti seks mál.
Ímóti endanum gjørdist veruliga spennandi tá munurin tódnaði niður í einki. Dysturin endaði 28-28, og tað var Súna Krossteig Hansen sum skoraði síðsta málið í dystinum, og tryggjaði Ajax óvæntað ta eina stigið.
Landsliðsleikarin fekk tvey mál í dystinum.
Liðið hjá Súnu og Lív hevur skavað fimm stig saman upp á sjey dystir, og liggur á tíggjunda plássið. Odense liggur á fyrsta plássið við 12 stigum.
Silkeborg - Ajax København 28-28 (17-16)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2022
Týsdagin vóru 80 ár liðin síðan StÍF varð sett á stovn
Týsdagin fylti Stranda Ítróttafelag 80 ár. Hin 11. oktober 1942 hevði StÍF stovnandi aðalfund í dansistovuni á Strondum.
Fyrsti landskappingardystur hjá StÍF í hondbólti varð leiktur 30. mai 1943 á Strondum. Tað var Havnar Fimleikarafelag, ið kom við einum mansliði, og var úrslitið javnleikur 5-5.
Fyrsta manslið gjørdist føroymeistari fyrstu árini (1943-44-45). StÍF hevur luttikið í landskappingini hjá monnum á hvøjum ári síðani 1958 við undantaki av 1973.
Í viðtøkunum fyri felagið stendur um endamál: “Endamál felagsins er at íðka hondbólt og annan ítrótt. Felagið skal fremja góðan felagsskap limanna millum og virka fyri góðum felagsanda. Serliga skal felagið virka fyri at siðmenna ungdómin og menna hann ítróttarliga.”
Í dag eru tað fleiri enn 250 børn, ung og vaksin, sum venja í StÍF. Venjararnir eru fleir enn 25 í tali. Felagið hevur venjingar frá U6 og upp til vaksnu deildirnar. Felagið er í stórum vøkstri.
Stórur hópur av sjálvbodnum og stuðlum ber felagið og tryggjar fjølbroytta virksemið hjá felagnum. Stíf stuðlar upp undir trivnað og menning fyri børn, ung og vaksin. Felagið stuðlar undir felagsskap, sum gagnar hinum einstaka og fjøldini.
StÍF fegnast um, at Sjóvar kommuna er farin í gongd við at fyrireika at byggja ítróttahøll á Strondum. Tá ið StÍF fyllir 83 ár í 2025 er dreymurin at halda føðingardegin í nýggju høllini á Strondum.
Í dag verður StÍF stjórnað av nevnd, sum telur fimm limir: Rúni Rasmussen, formaður, Egi Gothard Danelsen, næstformaður, Elin Maria Bærentsen, skrivari, Magni Jacobsen, nevndarlimur, og Janneth Heinesen, kassameistari.
Myndirnar eru frá tá kvinnuliðið hjá StÍF í fjør gjørdist føroyameistarar fyri fyrstu ferð nakrantíð
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2022
Teitur Annand, Magni Vang, David Kunoy og Jonathan Malaikev skulu dystast í stóru HSK Box Cup í Hillerød um vikuskiftið
Fýra nevaleikarar frá Tórshavn Boksing vera komandi vikuskiftið við í stórari boksistevnu, sum verður hildin í Hillerød í Danmark.
Talan er um HSK Box Cup við luttøku av upp móti 400 nevaleikarum úr 12 londum. Umframt Danmark, koma boksararnir úr Føroyum, Íslandi, Svøríki, Noregi, Finnlandi, Onglandi, Týsklandi, Niðurlondum, Belgia, Wales og Egyptalandi.
Kappast verður í Royal Stage í Hillerød, har tríggir boksiringar verða settir upp, so fleiri dystir kunnu boksast í senn. Kappast verður allan leygardagin og sunnudagin.
Hetta verður ein av stóru uppgávunum, hjá føroysku boksarunum, sum vera við í kappingini.
- Eg havi stórar vónir til allar okkara boksarar. Tað er vænti av teimum er, at teir megna at boksa allar rundurnar, og kunnu boksa í høgum tempo gjøgnum allan dystin. Dreingirnir eru allit í toppformi, og hava verið tað leingi. Men tað verður hart, sigur Martin Meng, venjari í Tórshavn Boksing.
Teir, ið luttaka í HSK Box Cup 2022 eru hesir:
Jonathan Malaikev, sum er úrvalsboksari í 60-63,5 kilo-bólkinum.
David Kunoy og Magni Vang U19 boksarar í 67-71 kilo-bólkinum.
Teitur Annand U19 boksari í 57-60 kilo-bólkinum.
Venjarar eru Martin Meng og Nurlan Malaikev. Liðleiðari og hjálpari er Kári Annand Berg.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2022
Farna vikuskiftið luttók fyri fyrstu ferð ein føroyingur, Maibrit Reynheim Petersen, undir Merkinum í altjóða kapping í vektlyfting
Merkið veittraði við norðurlendsku meistarastevnuna í olympiskari vektlyfting í Rovaniemi í Finnlandi farna vikuskiftið. Høvið er serstakt, tí hesaferð luttók fyri fyrstu ferð ein føroyingur, Maibrit Reynheim Petersen, undir Merkinum í altjóða kapping í vektlyfting.
Tey, ið sóu stroymingina, hoyrdu frásøgumannin bjóða Maibrit vælkomnari við orðunum: “Maibrit skrivar í dag norðurlendska og føroyska vektlyftingssøgu”. Sipað varð til, at Føroyar við ársbyrjan fingu fullan limaskap í norðurlendsku vektlyftarasamgonguni Nordic Weightlifting Federation, NWF.
Maibritt var væl fyri til kappingina, og setti í 71 kilo vektflokkinum føroyskt met við 81 kilo í trekk og 181 kilo í tveykamp. Í stoyt megnaði hon 100 kilo. Maibrit er nú tann føroyska kvinnan, ið hevur knógvað flest kilo upp um høvd. Í mun til kropsvekt, tvs mált í sinclair-stigum, er tað Anna Kristina Niclasen.
Landsliðsvenjarin, Frank Petersen er errin:
- Eg havi sæð fram til hetta vikuskiftið, síðani Føroyar blivu limir í NWF. Maibrit hevur vant hart og miðvíst fram ímóti NM. At megna øll seks lyftini og seta tvey føroysk met í fyrstu stóru altjóða kappingini er ómetaliga flott, sigur Frank Petersen.
Komandi mánaða fer Merkið aftur at veitrra fyri føroyskari olympiskari vektlyfting. Hesaferð í Íslandi, tá ið Niels Áki Mørk fer at kappast í føroyska lyftibúnanum við norðurlendsku meistarastevnuna fyri ung.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2022
Tað gjørdist klaksvíkingurin Urbanus K. Olsen, sum vann fyrstu stóru billardkappingina í nýggja spæliárinum, Haldor Holm Cup
Eftir eina spennandi finalu millum tveir klaksvíkingar í snotuligu billardhølunum hjá Klaksvíkar Billardfelag sunnudagin, gjørdist Urbanus Olsen vinnari. Hóast hann fekk sterka mótstøðu frá Ólavi Kjølbro, kundi Urbanus lyfta risastóra Haldor Holm steypið fyri fyrstu ferð.
Hetta er ein stórur heiður í føroyskum billardhøpi, nú júst søguliga og snøgga Haldor Holm steypið verður mett sum sjálvur gimsteinurin í billardspælinum í Føroyum.
Urbanus fær nú ritað sítt navn í steypið, sum varð latið fyri at heiðra leiklutin og stóra týdningin Haldor Holm hevði havt fyri billardspælið í Føroyum í 70-unum og 80-unum.
Urbanus í rætta essinum. Vann ein tryggan sigur, tó at Ólavur Kjølbro í løtum gav honum skarpan gang (Mynd Jan Müller)
Steypið hevur havt heimstað í Klaksvíkar Billardfelag síðani 1989, tá kappast varð fyrstu ferð. Og tað er ikki eiti á navnalista, sum Urbanus nú sleppur at vera partur av. Har eru vinnarar úr flest øllum billardfeløgum í Føroyum.
Í fjør vann Jógvan Jørgensen kappingina. Annars hava mest vinnandi spælarar øll hesi 32 árini m.a. verið Hendrik Petersen, 7 ferðir og mest vinnandi saman við Kristian Suna Høgnesen, Hallur Joensen, 6 ferðir vinnari og Jákup Baldvinson, 4 ferðir vinnari. Aðrir, sum hava vunnið kappingina, eru m.a. Jan Müller, Bjarni Skaalum, Ólavur Kjølbro, Eirikur Nielsen og René Sørensen.
Vinnarin av Haldor Holm steypinum, Urbanus K. Olsen, saman við Ólavi Kjølbro, sum gjørdist nr. 2 og Kristian Suna Høgnesen, ið vann triðja plássið (Mynd: Jan Müller)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2022
Nógv okkara, sum hava sitið á HF-beinki hjá Tummasi í Dali, uppdaga tað fyrr ella seinni: Hann var tann besti lærarin
Nógv okkara, sum hava sitið á HF-beinki hjá Tummasi í Dali, uppdaga tað fyrr ella seinni: Hann var tann besti lærarin.
Tummas gevur tær ongantíð rætt. Hann grundgevur tær rætt.
Tummas er hjálpsamur og leysur av tímiligari trongd. Hann er gávumildur sum eingin annar. Politiskt er hann eisini ósjálvsøkin og altráin eftir at byggja land. Sum kunnugt ynskti Tummas - óløntur og óbiðin - at byggja suðuroyggj við einum varandi eftirskúla í Hvalba.
Tummas er góður við síni børn og abbabørn. Hann er øgiliga tilvitaður um, hvussu tú mennir eitt menniskja til at klára seg, uttan at ætlanin skal ganga út yvir onnur. Mannabarnið skal klára seg motoriskt, moralskt og mentanarliga.
Fyri ein stóran part livir Tummas av tí, sum fjørður, bøur og hagi geva.
Tummas er mín mentorur; men ikki ein, ið peikar og veit alt. Hann er tolni ráðgevin og vinurin, sum lokkar teg at lesa tær rættu bøkurnar fyri at kunna síggja søguna og sinnisfrøðina frá ymsum síðum.
Tummas liggur aldri og flýtur í lagaliga meginrákinum. Meinar hann stundum tað sama sum hon sjálv - fjøldin, tit vita - kemur eisini tann niðurstøðan frá djarvari hugsan og egnari undankanning.
Er eitthvørt persónligt; okkurt sum nívir hjartað, ráðgevur hann treyðugt. Men nakrir dagar ganga, og heimspekingurin við Rangá hevur grundað. So líðandi kemur hann við loysnini; lirkar lokið av og fær ein at hugsa klárari og klókari enn áður.
Og tá ið hann verður bjóðaður av við kærleiksargumentinum, blotnar Tummas. Tað grettur ikki. Aloftast glíður hann viljaleysur yvir at Bob Dylan. Við poesiini verður alt gott postremo.
Lat meg drekka, har áirnar renna úr fjøllum.
Lat angan av lívsseigum hagablómum finna mínar æðrar.
Lat meg sova á fløtum, har grasið er grønt.
Lat meg fylgjast við onkrum, sum trýr:
Og lat okkum doyggja standandi,
áðrenn vit fara til gravar!
Tøkk, Tummas. Til lukku við sjeyti ára degnum tann 12. oktobur 2022.
Høgni Mohr
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2022
-
Fyrsta august andaðist Bjarki Johannesen í Sandavági, 73 ára gamal. Hann varð føddur 6. januar í 1949. Bjarki var sonur Viggo Johannesen og Noru, f. Beder, hon var ættað úr Vági. Tey áttu fýra børn. Bjarki var elstur, systkin hansara eru Ingolf, Ruth og Ása.
Bjarki gekk í skúla í Sandavági og á Giljanesi. Realprógv tók hann á Giljanesi í 1966. Eftir próvtøkuna hevði hann hug at royna seg sum fiskimann og fór við Reynsatindi til Grønlands. Men tað gjørdist bara tann eini túrurin, tí at hann valdi at fara í smiðjulæru hjá pápanum. Har var hann í tvey ár.
Hann søkti um at sleppa at læra til flogmekanikara hjá SAS. Tað eydnaðist, og hann fór niður til Keypmannahavnar í 1969: Hann fekk sveinabræv í 1973. Hann arbeiddi sum flogmekanikari hjá SAS í 7 ár. Í 1980 valdi hann at koma aftur til Føroya.
Tá tóku brøðurnir, Bjarki og Ingolf, við verkstaðnum hjá pápanum og gjørdu hann til bilverkstað. Har varð arbeitt upp á bilar til 1988, tá seldu teir bilverkstaðin. Teir høvdu fleiri lærlingar, sum fingu sveinabræv haðan.
Bjarki varð tá biðin at koma at arbeiða hjá Atlantic Airways sum mekanikari á tyrluni, seinni fór hann at arbeiða upp á flogførini. Hann arbeiddi á flogvøllinum til 1997.
Eftir hetta gjørdist hann maskinmeistari á rognavirkinum Kovanum. Hann arbeiddi har, til Kovin læt aftur um heystið í 2011.
Skjótt bað Rósing Skorá, sum var leiðari hjá Apotekinum, hann koma at arbeiða har. Teir blandaðu heilivág í fóður til alingina, eisini avlúsaðu teir á aliøkinum við brintyvirilt. Tað var strævið arbeiði, men honum dámdi arbeiðið væl, og hann arbeiddi har, til hann var 70 ára gamal.
Bjarki hevði stóran áhuga fyri kirkjuligum arbeiði. Tá ið hann kom aftur til Føroya, fór hann at hjálpa til við urguspælinum i kirkjuni. Jens Erik Nielsen og Maria Petersen vóru urguleikarar, so at tá vórðu tríggir urguleikarar.
Eftir tað, at Jens Erik doyði í 1998, spældu Maria og Bjarki. Tey skiftust annanhvønn mánað. Øll trý spældu væl. Bjarki dugdi væl at fáa kirkjufólkið at syngja við urguni. Hann spældi í kirkjuni til nakrar fáar dagar, áðrenn hann doyði.
Tá ið Janus Mohr í áttati- og níti árunum plagdi at koma vestur at taka sálmar upp á band til morgunlestrarnar í Útvapinum, spældu tey trý.
Bjarki var í urgunevndini, sum kirkjuráðið setti, tá ið kirkjan skuldi fáa nýggja urgu í 1991. Hann spældi eisini í mong ár í Meinigheitshúsinum.
Bjarki var í kirkjuráðnum frá 1993 til 2009, tiltakslimur var hann frá 2013 til 2017. Har gjørdi hann gott arbeiði.
Ingolf og Bjarki áttu bát saman. Bjarki plagdi viðhvørt at leggja mær til at koma á flot. Vit royndu úti fyri Vágnum, undir Koltri, í Innara Firði, vestan fyri Nípu og norðuri á Grunni. Tað vóru hugnaligir dagar. Eisini plagdu vit at skjóta fugl.
Onkuntíð vóru vit í Fjallavatni og fiskaðu síl. Hugaligt at sita við vatnstrondina. Fríkst fleyr av landsynningi lá norður eftir vatninum. Spakuliga skýmdi, fjøllini kámaðust so líðandi, tá tóku sílini í skýmingini. Sitið varð líka til sólin reis, og tað lýsti fyri degi. So varð farið til gongu heim til bilin, sum stóð við endan á vegnum norðan fyri Vatnsoyrar. Ymist var, hvussu nógv var veitt.
Bjarki var ógvuliga góður við føroysku náttúruna. Ofta gingu vit um dalar og fjøll. Fleiri ferðir gingu vit undir fjøllunum gjøgnum dalarnar á Steig. Vit vóru úti í Dysjum, uppi í Skeiðanesi, úti í Botni úti á Nípu. Gingu frá Ritubergsskarði eftir røðini á Prestlandi út á Tanga og so heim um miðjan haga. Í Oyrargjáarhaga vóru vit og aðrar staðir. Næstan hvønn sunnudag, tá ið til bar, og veður var, gekk Bjarki út í Dysjar. Hann hevur tikið hóp av myndum ymsastaðni av náttúruni.
Hann var sera áhugaður í fuglalívinum, serliga heiðafuglinum. Hugdi væl eftir, hvar fuglurin átti, hann visti væl, hvar mesti fuglur var. Illa dámdi honum, tá ið hann varnaðist, at heiðafuglurin minkaði.
Hugnaligar vóru løturnar í húsinum á Oknadali. Plagdu ar fara seinnapartin fríggjadag og komu heim aftur sunnukvøld. Nógv var at hava við, so tungir vóru ryggsekkirnir at bera yvir. Hugfarsligt um kvøldarnar at sita í ljósglæmuni frá stearinljósunum í køkinum og frá lampuni á stovuborðinum og práta um ymisk viðurskifti. Ofta var seint, tá ið vit fóru at leggja okkum. Gott at vakna, serliga tá ið gott veður var við sólskini, hoyra fuglin láta og seyðin jarma uttanfyri.
Vit gingu ymsastaðni á Oknadali: Út í Skorar, gjøgnum Stíggin niður á Helluna og norður at Norðrarugjógv, niðan í Leynadal. Eisini gingu vit norður í Syðraseyð. Minnist ein góðveðursdag, sólin skein oman og niðan, sótu vit á Búkonuni og sólaðu okkum. Hjartvard var onkuntíð við á Oknadali og onkuntíð Ingolf.
Vit søgdu hvør við annan, at slíkar ferðir eru lekidómur fyri sál og likam, her er eingin telefon, einki sjónvarp og eingin bilur, her eru onnur ljóð enn heima við hús, áirnar tutla, heiðafuglurin letur, og onkur seyður jarmar, annars er friður.
Bjarki var ógiftur, tá ið foreldrini vóru á lívi, búði hann saman við teimum, tá ið tey vóru farin, keypti hann húsini og búði einsamallur.
Bjarki er farin um sýn. Bjørt standa minnini. Hvíl í Guðs friði, góði vinur.
Heini F. Petersen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2022
Bendtse Thomsen var í vikuni borin út úr Glyvra kirkju, og um gravarmúlan í kirkjugarðinum á Glyvrum, 90 ára gamal. Jarðarferðin var so tignarlig sum maðurin
Tað kemur kemur meiri enn so fyri, táið tú møtir fólki, at tú fert at hugsa um orðini hjá John F. Kennedy: "Ask not what your country can do for you – ask what you can do for your country", - tikin úr einari røðu, hildin fyri góðum seksti árum síðan. Thomsen menninir í Saltangará vóru/eru millum hesi. Átøkir hesum, sum Jóanes Nielsen nevnir í triðja brævinum til ein fiskimann. Virknir, inntonktir og fáorðaðir sum flestu fiskimenn – ein ætt av tigandi monnum.
Í gjár var Bendtse Thomsen borin út úr Glyvra kirkju, og um gravarmúlan í kirkjugarðinum á Glyvrum, 90 ára gamal. Jarðarferðin var so tignarlig sum maðurin. Upprunaliga kemur slektin av Strondum. Foreldrini vóru Símun og Maria, úr Geilini og við Sjógv, og tey keyptu í 1918 hús og trøð frá Peturi á Morskranesi í niðursetubygdini Saltangará. Hetta verður roknað sum sekstanda húsið í Heiðunum – Saltangará. Hóast tað hevur verið eitt knoss at seta búgv í nýlendi, við at kalla ongum hentleikum, var tærið í hesum fólkum so magnfult, at glæman frá yvirskoti, vinnuhugi og tjóðarlaðing enn sæst í eftirglóðini. Tað hevur liðið væl frá. Langt var millum húsini, búsetingarmynstrið í økinum var balkaniserað. Spjatt. Av praktiskum ávum stóðu húsini miðskeiðis á trøðni hjá teimum flestu, og umframt húski vóru húsdýrini ein týðandi, ja, avgerandi partur av lívinum og gerandisdegnum. Ikki minst kúgvin, sum er sentrali figururin í táverandi húsarhaldinum, tað lesa vit m.a. um í Feðgum á ferð hjá Heðini Brú. Ketil hevði í ovfarakæti sett seg í so stóra skuld, í einari grind, at hann mátti selja kúnna, størsti sorgardagur í lívi hansara og teirra.
Sum flestu dreingir tá ið tíðini, fór Bendtse til skips á ungum árum. Í 1947 var hann við togaranum “Urd”, sum Petur bróðir hansara førdi. Seinri var hann við “Vitanum”, “Skorakletti”, “Nýpubergi”, “Bjørgvin” og “Morgunroðanum.” Í 1955 fór hann upp á skúla í Havn og tók skiparaprógv á sumri í 1956. Eftir hetta var hann bestimaður hjá Peturi við “Morning Star” fram til 1964, sum er eitt heilt serligt ár í Thomsen familjuni og hjá okkum øllum sum búleikast um hesar leiðir.
Í 1962 stovnaðu brøðurnir - Petur, Jóhan David, Samson og Bendtse Thomsen og svágurin Jóhannus Tausen í Runavík partafelagið Lógv. Endamálið var at útvega sær skip. Teir skrivaðu undir sáttmála við Tórshavnar Skipasmiðju í 1963, sum hevði til endamáls, at Mohr-menninir og tað fræga lið, ið har starvaðist, skuldu smíða teimum eitt fiskifar við frystilast. Kjølurin varð strektur í 1963. Støddin var 289,54 br. reg. tons, og motorurin var av Vølund slagnum. 330 hestakreftir. Skipið fekk navnið ”Oknin”, og var hon klár til fiskiskap á heysti í 1964. Elsti bróðurin, Petur Thomsen, sáli, førdi hana frá byrjan og at kalla øll árini fram til 1986. Bendtse og versynir Peturs, Símun og Tonny, sáli, loystu hann av einstakar túrar hesi árini.
Fá føroysk fiskiskip hava verið so víða á fiskiveiði og í so nógvum ymiskum driftum, sum ”Oknin”. Teir hava ikki verið bangnir av sær, Thomsen-menninir, so hvørt sum ein møguleiki hvarv, funnu teir eitt hóskiligt alternativ. Um øll Norðurhøv hava teir verið. Á hemaraveiði við Ný Funnalands strendur og framvið Nova Skotia strondini, ja, so vestarliga helt onkur skemtandi fyri, at teir einaferð sóðu glæmuna fra gøtuljósunum á Manhattan. Á tunfiskaveiði við Vesturafrika, við strendurnar har suðuri við Kanarisku oyggjarnar, á laksaveiði undir Grønlandi, í mong ár á rækjuveiði undir Grønlandi, bæði vestanfyri og í fleiri ár á teimum mangan ótespiligu miðunum undir Eysturgrønlandi. Tá hesin møguleikin hvarv av kendum orsøkum, løgdu teir um til garnadrift á heimaleiðunum eftir svartkalva og havtasku.
Hóast teir vóru á leið í aldri sum pápi mín, Thomsen-menninir, kom eg at kenna teir meiri enn av navni og góðari umrøðu, táið vit onkuntíð tóku rækjur frá teimum í Føringahavnini ella í Nuuk, uppaftur meiri táið Frostgoymslan kom í húsið og serliga nógv tá eg gjørdist havnameistari við Runavíkar havn. Teir vóru ein trivaligur partur av tí merkiliga hugaliga og positiva huglagi, sum kann vera á einum havnarlagi, har driftað verður stútt og støðugt. Á nátt sum á degi. Aftanvert hóvligu medferðina hjá hesum monnum lógu heilt serliga dygdir. Røkiskapur og góðska var teirra aðalmerki. Teir spardu ikki uppá røkiskapin og nógv gjørdu teir sjálvir, lá ”Oknin” uttan fyri vertíðirnar undir havnarskrivstovuni, arbeiddu teir frá morgni til myrkurs við at sjeina hana upp, heilt upp í ellisár. Tað guvaði friðsemi frá teimum - hóast strugglarar á vinnumótinum. Støðufesti lýsti av teimum, teir lótu seg ikki taka á búri av hissini tómligum tíðarrákum. Kravdu mest av sær sjálvum, og eitt eyðkenni var, at teir vóru felagsmenn, sá man ein, sá man allar. Skipadriftin hevði fyrstu raðfesting og hareftir mátti alt annað verða.
”Oknin” var tiltikin fyri góða góðsku, táið hon var á rækjuveiði, minnist at vit einaferð lógu í Bilbao og keypararnir komu umborð, vit høvdu veiðina hjá fleiri skipum í lastini, og eftir at teir høvdu gjørt kanningar av kvalitetinum av veiðini hjá diverse skipum og ikki opnaðu eina einastu eskju frá ”Oknini”, keyptu uttan at blunka, spurdu vit eftir orsøkini. Svarið var, at álitið á vøruni hjá ”Oknini” var so stórt, at tað var ikki neyðugt. Teir vóru blástemplaðir á marknaðinum sum heiðurs- og álitismenn. Minnist eina aðru ferð vit lógu í hesum baskarabýnum við eini saltfiskalast, at ”Oknin” eisini lá har og uppskipaði eina heila rækjulast av grønlandsmiðum. Tá fingu vit nógvan stuttleika burturúr hesum, at agenturin hjá ”Oknini” sum kurteisisgávu hevði givið Bendtse eina fløsku av Rom, vit fregnaðist sjálvandi eftir at vita, hvussu hesin spaniólin kundi vita, at Thomsen-menninir búðu uppi í Rom í Saltangará.
Í 1978 keyptu teir ”Nípuna”, ein av línubátunum smíðaðir í Pólandi. Leirvíkingar áttu hana upprunaliga, - undir navninum ”Hagaleitið”. Hon var umbygd til trolveiði hjá Bjarna í Miðvági. Bendtse førdi hana í 12 ár á ísfiskaveiði fram til 1979, tá hon var seld til Svøríkis.
Eitt kvøldið, fyri góðum 10 árum síðan, stutt eftir at eg hevði forlátið landspolitikkin og var vorðin havnameistari, gekk eg mær ein túr eftir bryggjuni og møtti teimum báðum Samson og Bendtse. Hevði frætt, at teir ætlaðu at avvikla gomlu ”Oknina” – selja hana. Aldurin var komin. Samstundis hevði onkur fuglur sungið fyri mær, at teir ætlaðu at herja á av nýggjum – annar um 80 ára aldur og hin eldri. Eftir eitt hugaligt prát, sum altíð, loyvdi eg mær at spyrja - kjálkaði líkasum fram ímóti - um nakað var í hesum, sum nú gekk sum rótasúpan um svæðini. Jú, segði Bendtse, tað ræður um at hava eina drift. Orðini fara ikki frá mær aftur: Tað ræður um at hava eina drift. Eftir tað fóru teir sjálvir yvir til Noreg og komu heimaftur við “Nordic Sea”, sum eftir umbygging og sandblásing gjørdist tann ”Oknin”, sum vit kenna í dag. Umframt útróðrarbátin ”Lóm” kom Bendtse soleiðis at fáast við maritima vinnu frá 14 ára aldri til sín doyggjandi dag.
Hjá øllum okkum, sum hava búð um hesar leiðir, hevur ”Oknin”, síðan hon á fyrsta sinni kom inn í havnina í Runavík í 1964, og hendan seinra, verið partar av býarinnar samleika. Av longum og styttri leiðum eru tær aftur og aftur komnar higar, og eigararnir hava megnað kynstrið at bógva seg ígjøgnum, eisini ígjøgnum brotasjógvar, sum mega hava verið uppi onkuntíð í so mong ár í føroyskari fiskivinnu.
Teir vóru/eru ikki menn av mongum orðum, Thomsen-menninir, men táið teir mæltu fyri munni varð lurtað. Hóast teir vóru í eygnahædd við øll, gjørdu onki burturúr sær sjálvum, hekk ein serlig tign uppi við teimum. Virðingin í samfelagnum var hareftir. Har var góðs handan lítiðlætið. Teir høvdu áhuga fyri samfelagnum – og lokalsamfelagnum. Áhugaðir í øllum, møttu upp tá okkurt hendi, dansaðu føroyskan dans, gingu trúliga í Bátafelagum Niðri við Støð á Glyvrum og kirkjan var akkerið í sálarlívinum. Á sama hátt sum foreldrini gingu teir kirkjugøtuna, og tað svitaðist ikki, at teir møttu til guðstænastu hvønn einasta sunnudag. Stílur var yvir teimum.
Teir eru mangir, sum hava verið í vinnu hjá teimum, m.a. sonur mín, og eg havi ongantíð hoyrt annað enn rósandi orð um hesar menn, tað vignaðist altíð, og teir vóru av tí gamla skúlanum av vinnumonnum, sum fyrst og fremst høvdu sær fyri eyga at hava eina drift koyrandi, tað snúði seg í minni mun um at sanka fæ undir seg sjálvan. Teir spurdu ikki hvat ið samfelagið kundi gera fyri teir, men heldur hvat ið teir kundu gera fyri samfelagið. Teir vóru fyrstir í ketilsdraktina, stivlarnar og oljudansin – soleingi heilsan loyvdi hesum. Kann ætla at eftirsitandi systkini, Samson og Annelisa, saman við fjølskylduni syrgja sáran um mannin, ið onkursvegna kendist sum leiðtogarin og patriarkurin, sum uttan hóvasták savnaði træðrirnar á vinnuliga og á øðrum mótum.
Við Bendtse er ein epoka her í býnum og á fjørðinum umliðin, ein partur av vinnusøguni, - mátti Harrin tikið sær væl av hesum tignarliga manni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald