Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 22. oktober 2022 | Nr. 43 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Myndir: Snjóugla við Halgafelstind

SíÐa 6

1 Leygardagur 22. oktober 2022

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Ein neyðug - óbehagilig - avgerð skal takast

Tíðin gongur, og ársskiftið nærkast. Onki røkist fyri, at tíðin arbeiðir fyri, at ein løtt loysn finst á størstu politisku og diplomatisku avbjóðingini, sum sitandi landsstýri stendur yvir fyri. Kanska størsta avbjóðingin hjá nøkrum føroyskum landsstýri nakrantíð.

Nevniliga hvør lagnan hjá fiskivinnusamstarvinum millum Føroyar og Russland skal verða.

Allur skilagóður logikkur sigur okkum, at vit ikki kunnu tilláta okkum at setast við samráðingarborðið fyri á tann hátt geva Putin og hansara krígsbrotsverkum í Ukraina okkara blástempul.

Tí harvið høvdu vit blivið helst einasta land, ið sigur seg hoyra til fría vesturheimin, sum gevur russum slíka viðurkenning. Seinasti skansi, sum okkara landsstýrið hevði at lena seg uppat, Noreg, sær nú eisini veruleikan í eyguni. Vit kunnu ikki halda fram við hesum, fekk løgmaður at vita, tá hann var til kaffi hjá Jonas Gahr Støre herfyri.

Tað er eyðsæð, at landsstýrið er í trongum skóm. Tá øll forfólkini í politisku flokkunum verða kallað inn til samráðingar í Tinganesi, ja, so er tað álvarsligt. Høvdu løgmaður og landstýrismenninir vitað hvat teir vildu – og tað er galdandi fyri bæði núsitandi og undanfarna – so høvdu teir ikki ómakað sær við at geva andstøðuflokkunum høvi til at geva sína meining til kennar.

Men nú er tað ein vinna, trý ella fýra reiðarí, sum eru í vanda fyri at missa ein stóran part av sínum grundarlagi, um skipini ikki sleppa at halda fram við at fiska í russiska partinum av Barentshavinum.

Landsstýrið hevur – í royndini at draga tíðina – fingið gjørt eina kanning, sum sigur, at vit fáa líka nógv frá russum, sum vit geva afturfyri (av svartkjafti í føroyskum sjógvi). Jú, fyrr var illa, men tað hjálpir ikki flakatrolarunum í Barentshavinum.

Hin stóra føroyska vinnan, alivinnan, var skjót at reagera, tá Evropa og vesturheimurin tóku stig til at boykotta Russland. Laksaútflutningurin til henda marknaðin støðgaði so at siga beinanvegin.

Tykist sum alivinnan torir at taka stórar avgerðir, ið byggja á ideologi. Vit síggja tað eisini í framskygdum málsetningunum á grøna økinum.

Tíverri er sama ikki galdandi í siðbundnu fiskivinnuni – trolaravinnuni. Minnist ikki hava hoyrt nakran reiðara ella skipara tala fyri áneyðunum av at reka fiskivinnuna grønari, fyri at ganga veðurlagsavbjóðingunum á møti.

Men gævi at so var. Og nú serliga í ideologisku tvístøðuni millum at gera ella ikki gera avtalu við drápsmannin fyri borðendan í Kreml.

Gævi reiðararnir høvdu dirvi til at boða løgmanni frá, at rættast var í hesum heilt serligu tíðum ikki at hava nakað við Russland at gera. Tí lítið bendir á, at hann – løgmaður – megnar at koma fram til ta niðurstøðu sjálvur.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 4054

    Lisnar síður: 13826

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 22. oktober 2022

Vinstrimaður til Føroya við lyftum í skjáttuni

Danski flokkurin, sum satsar upp á fáa stjórnarvaldið aftur, lovar systirflokkinum fongsul í Føroyum og stuðul at flyta Íløgugrunnin heim

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sambandsflokkurin slepti í gjár, ikki eini bumbu, men einum lítlum dukkufreti, kanska, ið møguliga tekur luftina eitt sindur burtur úr valstríðnum til fólkatingið.

Nevniliga tá flokkurin hevði fingið formannin í tingbólkinum hjá Venstre, hálva føroyingin Thomas Danielsen, sum umframt at halda ein fund við valevnini hjá systurflokkinum, eisini kom við tveimum konkretum politiskum lyftum.

Fólkaflokkurin hevur, sum eitt av sínum málum í valstríðnum, havt heimtøku av sokallaða Íleggingargrunninum.

- Eg skilji væl føroyska ynskið, tí talan er um ein føroyskan grunn. Tað lyfti, sum eg havi givið Sambandsflokkinum í dag er, at eg nú fari heim aftur at kanna í mínum baklandi, hvussu ognarskapurin av hesum grunni kann flytast á føroyskar hendur, segði Thomas Danielsen á sokallaðum ‘doorstep-tíðindafundi’ uttan fyri hølið hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apoteki fríggjadagin.

Ikki nakað nýtt mál

Spurdur, um hetta ikki var at taka luftini úr valstríðnum hjá samstarvsflokkinum, Fólkaflokkinum, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður fyri Sambandsflokkin:

- Spurningurin um at flyta Íleggingargrunnin til Føroya er ikki nakað nýtt mál. Eg tók málið upp longu á fyrsta fundi mínum við Mette Frederiksen, og vit hava síðan tosa um hetta málið fleiri ferðir, tó uttan at nakað ítøkiligt er hent enn.

- Í praksis hevur hetta mál ikki tann stóra tydningin, tí allar avgerðir verða tiknar av føroyingum, og tað er landsstýrið, sum setir stýrið. Men grunnurin er reguleraður í fólkatingslóg, og tað er tað, vit ynskja at broyta, so at hann verður ásettur eftir løgtingslóg.

Løgmaður vísti eisini á, at hóast tað eru umleið 700 milliónir krónur í grunninum, so merkir tað ikki, at vit við einum fáa 700 milliónir at ráða yvir at byggja t.d. suðuroyartunnil fyri, tí nógv tann størsti parturin av hesi upphædd er bundin í lánum, sum grunnurin hevur latið.

Stuðul til fongslið

Hitt lyftið, sum danski vinstrapolitikarin hevði við til Sambandsflokkin her meðan valstríðið gongur upp á tað hægsta, er at Venstre nú tekur fult undir við, at danski staturin byggir eitt tíðarhóskandi fongsul í Føroyum.

Tað kom eitt sindur óvæntað, tá Mette Frederiksen kom við hesi gávuni til føroyingar, tá hon var á almennari vitjan tíðliga í summar, og ivi varð eisini sáddur, um hon veruliga hevði ein meiriluta aftan fyri hetta lyftið, eitt nú tí fongslið í Føroyum ikki framgekk á donsku fíggjarlógini.

Bárður á Steig Nielsen segði á tíðindafundinum fríggjadagin, at eitt nýtt fongsul nú er komið nógv nærri.

- Við stuðli frá bæði sosialdemokratunum og vinstaflokkinum er fongslið komið nógv tættari veruleikanum. Vón okkara er nú, at byggingin eisini kann rykkja fram tíð, so at farast kann í gongd langt áðrenn 2029/30, sum var lyftið frá Mette Frederiksen, segði Bárður á Steig Nielsen.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2022

3 Leygardagur 22. oktober 2022

Kappingareftirlitið meldað Føroya Tele til løgregluna

Føroya Tele skal hava misnýtt ráðandi marknaðarstøðu sína. Sektaruppskotið er 27 milliónir krónur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kappingareftirlitið hevur meldað Føroya Tele til løgregluna fyri at hava misnýtt eina ráðandi marknaðarstøðu.

Tað visti Dagur og vika at siga týskvøldið.

Løgreglan kannar málið, og Michael Boolsen, fúti, vil tí ikki viðmerkja málið og heldur ikki siga hvørja fyritøku talan er um, sum er meldað. Men nevndarformaðurin í Føroya Tele, Bjarni Arnason, váttar í skrivligum boðum til Kringvarpið, at telefyritøkan er meldað.

Hann sigur, at Kappingareftirlitið av sínum eintingum hevur meldað Føroya Tele til løgregluna í einum máli, sum eftir øllum at døma snýr seg um hendingar, ið eru farnar fram fyri 5-6 árum síðani. 

[object Object]Bjarni Arnason (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sambært keldum hjá Kringvarpinum, er tað brot á grein 11 í kappingarlógini, sum Føroya Tele er meldað fyri. Grein 11 staðfestir, at ikki er loyvt einum ella fleiri fyritøkum at misnýta sína ráðandi marknaðarstøðu.

Sektaruppskotið er 27 milliónir krónur.

Kollsiglda Tosa er orsøkin

Seinni erkomið  fram, at tað er kæra frá kollsigldu telefyritøkuni Tosa, sum er orsøk til, at Føroya Tele nú er meldað fyri brot á kappingarlógina.

Tosa kærdi í 2017 Føroya Tele til Fjarskiftiseftirlitið. Íverksetararnir hildu, at Føroya Tele misnýtti sína ráðandi støðu á marknaðinum.

Kappingarráðið metir, at Føroya Tele hevur brotið grein 11 í kappingarlógini. Hon staðfestir, at tað ikki er loyvt hjá einum ella fleiri fyritøkum at misnýta sína ráðandi marknaðarstøðu.

Fyrningarfreistin í málinum nærkast, og tí hevur Kappingareftirlitið meldað málið til løgregluna hóast hoyringarfreistin hjá Føroya Tele ikki er farin. Tá hoyringarsvarið er komið frá Føroya Tele, er tað Kappingarráðið sum skal taka endaliga støðu í málinum.

Tosa kom á marknaðin sum kappingarneyti hjá Føroya Tele og Nema í desember 2020, men fór á húsagang 14. juni í ár.

Tosa leigaði seg inn á telefonnetið hjá Nema.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2022

4 Leygardagur 22. oktober 2022

Miðflokkurin til val við trimum monnum

Ætla sær eitt nú tala søk Ísraels á fólkatingi og boða tað øvugta av, hvat Amnesty og líknandi felagsskapir boða

Tríggir miðflokksmenn bjóða seg fram til fólkatingið(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sum seinasti av flokkunum, ið stilla upp til fólkatingsvalið, hevði Miðflokkurin fríggjadagin – dagin eftir at listarnir skuldu vera fólkatingsvalnevndini í hendi – tíðindafund, har valskrá Miðfloksins varð løgd fram.

Orsøkin til at Miðflokkurin er so seinur í mun til hinar flokkarnar kann vera, at teir (!) hava brúkt tíðina til at finna onkra kvinnu at koma á listan. Men tað eydnaðist ikki.

Sum einasti flokkurin, kunngjørdi Miðflokkurin í dag ein lista, bert við monnum. Trimum tilsamans – teimum trimum, sum umboða flokkin á løgtingi og í landsstýri, nevniliga Stefan Klein Poulsen, Bill Justinussen og Jenis av Rana.

- Vit tóku beinanvegin avgerð í floksleiðsluni um, at vit tríggir skuldu stilla upp til fólkatingsval, men vit ynsktu eisini at fáa kvinnur við á listan. Men eftir fleiri áheitanir er tað ikki eydnast okkum, staðfesti Jenis av Rana, floksformaður á tíðindafundinum.

Sum mann og kvinnu skapti Gud menniskjað

Á fundinum, sum varð hildin í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum, legði floksformaðurin fram valskránna fyri fólkatingsvalið. Ein skrá við seks punktum, har tað fyrsta punktið, líkasum ikki er eitt politiskt lyfti, men meira ein staðfesting, nevniliga, at “við Miðflokkinum veit veljarin, hvønn politikk hann fær”.

Tá tað kom til hini fimm punkti, so brúkti floksformaðurin drúgva tíð til at argumentera fyri tí parti, sum snýr seg um, at flokkurin ætlar sær á fólkating at “boða og verja, at sum mann og kvinnu skapti Gud menniskjað”.

Hetta snýr seg um at berjast fyri hjartamálunum hjá flokkinum og stríðast móti tí, sum helst kann fatast sum “glíðibreytin”, sum flokkurin ávaraði ímóti fyri nógvum árum síðani eftirhondini.

Og hetta snýr seg, sambært valskránni, um støðuna hjá børnum og ungum, sum líða av sálartrupulleikum, skúlaaftran og strongd. Jenis av Rana vísti á, at orsøkin til hetta ikki er – eins og nøkur siga – pisakanningar ella landsroyndir.

“Vit í Miðflokkinum undrast ikki at børn og ung eru í villareiði – hava trupulleikar, gerast strongd! T.d. børn frá hjúnaskilnaði, skulu velja millum mammu ella pápa, og nú fáa tey enntá at vita, at fleiri kyn eru, og at tey sjálvi kunnu avgera sítt”, skrivar flokkurin í valskránni.

[object Object]

Vil verja kristnu virðini

Flokkurin upplýsir eisini beinleiðis, hvat veljarin skal rokna við av miðflokkinum á fólkatingi.

Er snýr tað seg í fyrstu atløgu um at verja tey kristnu virðini og kristna menniskjasýnið, verja óføddu børnini og teirra foreldur, tala søk Ísraels og boða tað øvugta av hvat “Amnesty og líknandi felagsskapir boða”.

Harafturat ætla miðflokkamenn at “taka tað góða, ið eyðkennir føroyska samfelagið inn á fólkating”.

Fyrireika yvirtøku av uttanríkis- og trygdarmálum

Umframt tey sokallaðu kristnu og etisku virðini, so leggur Miðflokkurin eisini dent á uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkin, nú flokkurin eisini eigur landsstýrismannin við ábyrgdini av hesum málum, sum enntá eisini sjálvur stillar upp.

Og her snýr tað seg um at fyrireika okkum til at taka ræði á hesum málum, tí Miðflokkurin er sannførdur um, at eisini hetta málsøkið fyrr ella seinni verður yvirtikið.

Ein partur av hesi fyrireiking kann vera at fáa í lag gransking innan hetta økið.

Sum Bill Justinussen vísir á:

- Tað er ongin, ið greinar føroysku støðuna í geopolitiskum høpi við føroyskum eygum. Skulu vit hava nakað at koma við í einum trygdar- og verjupolitiskum samstarvi í framtíðini, so mugu vit eisini fáa okkum vitaj til vega. Upplýsingar kunnu fáast umvegis fólkatingið, men vit skulu eisini hava gransking á økinum heima í Føroyum.

[object Object]

Dupulta umboðan

Tvey tey seinastu lyftini ella málini, sum Miðflokkurin hevur sett sær fyri við fólkatingsumboðan er, at gera upp við  “ódemokratisku peningaligu stuðulsskipanin”, sum verður brúkt til at veita flokkunum stuðul til at føra valstríð við. Her sipa teir til krónuupphæddina sum verður givin flokkum og listum, sum fáa yvir túsund atkvøður á fólkatingsvalinum.

Henda skipan hevur givið teimum fýra stóru føroysku flokkunum frá góðum 600.000 krónur og upp móti eini millión hesi seinastu fýra árini, vísir uppgerðin hjá Miðflokkinum.

Og loksins vil Miðflokkurin tryggja, at tað er betri samband millum tann, ið verður betri samband millum fólkatingssessin og heimliga politiska landslagið.

Jenis av Rana undrast seg yvir, at føroysku fólkatingslimirnir stórt sæð ikki eru at síggja í parlamentariska arbeiðinum í Føroyum.

Bill Justinusen hevur eitt greitt lyfti um at vera meira til staðar, um hann verður valdur. Hann ætlar sær nevniliga í so fall ikki at siga løgtingssessin frá sær, men ætlar at røkja báðar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2022

5

Størv

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024
6 Leygardagur 22. oktober 2022

Myndir: Snjóugla við Halgafelstind

Silas Olofson avmyndaði í vikuni eina snjóuglu uppi við Halgafelstind á Eysturoynni

(Mynd: Silas Olofson)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fuglafrøðingurin Silas Olofson var mikudagin ein túr uppi við Halgafelstind á Eysturoynni. Hann avmyndaði eina snjóuglu, og myndirnar eru rættiliga sjáldsamar.

- Ein snjóugla hevur verið at sæð í økinum á hvørjum heysti seinastu trý árini og m.a. Tummas Jacobsen og aðrir hava sæð ugluna aftur í ár. 

- Tað eydnaðist mær at finna snjóugluna aftur í sama øki í Fagradali. Eg setti meg burturfrá og brúkti lítlan tíma at fáa ugluna at venja seg við meg. Hon gjørdist rættiliga spøk og helt meg kanska meir vera ein seyð enn fólk Sostatt slapp eg rættiliga nær at avmynda hana, greiðir Silas Olofson frá á Facebooksíðuni “Fuglar í Føroyum”.

Talan er um gamlan steggja. Helst reiðrast hann langt móti norði, men kemur í vetrarvist í Føroyum, sigur Silas Olofson. 

- Eg sá eisini ugluna spýggja og havi nú givið tjóðsavninum spýggið, so kannast kann hvat uglan veiðir til matna. Ein uppliving í heimsklassa, sigur hann.

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2022

7 Leygardagur 22. oktober 2022

Norrøna gevst at sigla til Íslands á hávetri

Orkunýtslan skal minkast og flutningurin skipast á ein enn meira burðardyggan hátt. Tað er orsøkin til, at Norrøna ikki siglir til Íslands á hávetri í 2023

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vetrarsiglingin hjá Norrønu verður løgd um í 2023.

Smyril Line hevur sett sær sum mál at minka um orkunýtsluna og at skipa flutningin á ein enn meira burðardyggan hátt. Hetta er eitt áhaldandi arbeiði, ið verður framt í fleiri stigum. Fleiri tillagingar eru longu framdar. Nevnast kann, at minkað er um orkunýtsluna við at skipini sigla við minni ferð, og at tey liggja styttri við bryggju, skrivar Smyril Line í tíðindaskrivi.

Næsta týðandi stigið er at umleggja vetrarsiglingina hjá Norrönu. Hetta inniber at Norröna ikki siglir til Íslands á hávetri. Fyrsta fráferð til Íslands í 2023 verður tann 18. mars úr Hirtshals og 20. mars úr Havn. Seinasti túrur úr Íslandi við Norrönu í 2023 verður 22. november.

Smyril Line arbeiðir áhaldandi við at skipa allan skipaflutning á ein burðardyggan hátt. Hetta merkir tó ikki, at væntast skulu fleiri broytingar í siglingarætlanini hjá Norrönu í 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2022

8 Leygardagur 22. oktober 2022

Ógvusligasti prísvøkstur í 40 ár

Tað er serliga innan matvøru og býlisútreiðslur, at prísirnir eru hækkaðir hetta seinasta árið, vísir nýggjasta prístalsuppgerðin hjá Hagstovuni

Mjólkarvørur er ein av vørunum, ið er dýrkaðar nógv seinasta árið (Mynd: MBM)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Prísvøksturin hevur ikki verið so stórur hesi seinastu 40 árini, sum hann hevur verið hetta stíðsta árið. Hetta staðfestir Hagstovan í dag, nú prístalið er ásett av nýggjum og vísir, at vøksturin er 8,8 prosent hetta seinasta árið.

Í 1982 var prísvøksturin 10,6 prosent. Sostatt er talan um størsta árliga prísvøkstur í 40 ár. Prísirnir á matvørum eru vaksnir stívliga 10 prosent seinasta árið, skrivar Hagstovan.

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum.

Og serliga er tað matvørurnar, ið eru hækkaðar.

- Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum, ið fyllir mest í húsarhaldsnýtsluni, eru hækkaðir við tíggju prosentum.

Minsti prísvøksturin hevur verið í bólkunum 'heilsa' og 'rúsdrekka og tubbak'.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Prísvøkstur á mati er høvuðsorsøkin til samlaðu broytingina í prístalinum hesaferð. Prísirnir á matvørum eru hækkaðir næstan fýra prosent síðani uppgerðina av prístalinum í mai mánaði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Verður hugt nærri at, hvørjir matvørubólkarnir eru, ið serliga hava verið fyri prísvøkstri, sæst at prísirnir á smøri, margarini og matarolju eru hækkaðir við 25 prosentum. Mjólk, ostur og egg er vorðið 15 prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa. Afturat hesum vørum er eisini stórur prísvøkstur at síggja á vørum sum breyði og kornvørum, frukt, grønmeti og kjøti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Mest sum allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið, men prísirnir á sukri og góðgæti hava havt ein lakan vøkstur á 3,7 prosent. Sostatt er tað vorðið lutfalsliga bíligari hjá húsarhaldinum at keypa sær góðgæti enn frukt og grønt seinasta árið.

Hóast prísirnir í høvuðsbólkinum 'býli' eru næstan 20 prosent hægri nú enn fyri ári síðani, so er vøksturin síðani seinastu uppgerð í mai einans knappliga eitt prosent. Stóri vøksturin í hesum vørubólki er sostatt komin í uppgerðunum undan hesari.

Í vektargrundarlagnum er vørubólkurin 'býli' næststørstur, og er uppgjørdur til áleið ein fimting av húsarhaldsnýtsluni. Tað er serliga prísurin á húsaleigu og brennievni til at hita býli, ið ávirka býlisútreiðslurnar.

Stóri prísvøksturin, sum seinasta árið hevur verið á brennievni til at hita býli og brennievni til akfør, ávirkar framvegis árligu broytingina í brúkaraprístalinum, men miðalprísirnir fyri brennievni í august eru ikki øktir síðani seinastu uppgerðini undan hesari, sum var í mai. Prísvøkstur á brennievni hevur havt størst íkast til samlaðu broytingina í prístalinum í seinastu uppgerðini, eins og við uppgerðini undan henni.

Árligi prísvøksturin í Føroyum á brennievni til akfør er áleið tann sami sum miðalvøksturin í Danmark og Íslandi. 

Brúkaraprístalið í Føroyum verður gjørt upp fýra ferðir árliga – í februar, mai, august og november – tí ber til at samanbera prísbroytingar við mánaðarligar uppgerðir hjá øðrum londum, vit vanliga samanbera okkum við.

Tá koronufarsóttin rakti fyri tveimum árum síðan, var minni vøkstur í brúkaraprísunum, men meginpartin av 2021 vuksu brúkaraprísirnir aftur í flestu londum. Eftir russisku innrásina í Ukraina vísa uppgerðirnar av brúkaraprístalinum í Føroyum, eins og aðrastaðni í Evropa nú, metstóran vøkstur. Í mun til onnur lond, ið vit vanliga sammeta okkum við, so er árligi vøksturin í brúkaraprístalinum á 8,8 prosent áleið á sama stigi sum í hinum Norðurlondunum.

Í august var árligi prísvøksturin í Danmark 8,9 prosent. Prísvøksturin í Íslandi og í Svøríki var nakað hægri, ávikavist 9,7 og 9,8 prosent. Noreg hevði ein prísvøkstur á 6,5 prosent, sum er nakað lægri enn hjá hinum Norðurlondunum og Evropa annars.

Kelda: Hagstovan


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2022

9 Leygardagur 22. oktober 2022

Persónbilar koyra ókeypis frá 16. túri

Nevndirnar fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin broyta prísskipanina. Pendlarar sleppa nú enn bíligari

Nýggja skipanin fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin kemur í gildi frá 1. november (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nevndirnar í partafeløgunum Vágatunlinum og Norðoyatunlinum hava gjørt av, at broyta mánaðarliga hámarksgjaldið fyri persónbilar úr 25 túrum til 15 túrar.

Hetta merkir, at tey sum hava hald í mesta lagi fara at gjalda fyri 15 túrar um mánaðin í sama tunli við sama bili. Sostatt verður einki gjald fyri túr 16 og fylgjandi túrar, og mesta gjald verður 300 krónur um mánaðin.

Viðvíkjandi leigubilum, hýruvognum, vøruvognum o.l., verður hámarksgjaldið framhaldandi 25 túrar ella 500 krónur um mánaðin.

Skipanin kemur at galda frá 1. november, og fer serliga at gagna pendlarum og fólki sum koyra ofta. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2022

10 Leygardagur 22. oktober 2022

Familjur við lágum inntøkum fáa nú oljuískoyti

Treytin fyri at fáa oljustyrk er, at húskið við tveimum fólkum ikki eigur pengar og virðisbrøv fyri meira enn 50.000 krónur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eitt samt Løgting hevur nú samtykt uppskotið um oljuískoyti, og familjurnar, sum eru fíggjarliga ringast fyri, fara sostatt at fáa ein fíggjarligan styrk.

Oljuískoyti er ein fíggjarligur stuðul á 10.000 krónur, sum verður veittur húskjum, sum hava lágar inntøkur, og sum ikki hava ognir av týdningi. Ein treyt fyri at fáa oljuískoyti er, at húskið ikki hevur ognir fyri meira enn 50.000 krónur. Um tað eru trý ella fleiri vaksin í húskinum kann ognin vera upp til 70.000 krónur. Tað er bert innistandandi peningur og virðisbrøv, ið telur sum ogn.

Almannaverkið er longu farið undir fyrireikingarnar, og verður ein av komandi døgunum til reiðar at móttaka umsóknir um oljuískoyti. Treytin fyri at fáa rætt til oljuískoyti er, at Almannaverkið hevur móttikið umsóknina í seinasta lagi 30. november í ár. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2022

11 Leygardagur 22. oktober 2022

Tvær dokkingar eftir hjá Strandferðsluni í ár

Ritan og Sildberin skulu á beding, og fer Jósup at vera avloysaraskip, boðar Strandferðslan frá – Ritan fer fyrst á beding í góðar tvær vikur, frá 31. oktober, og síðani fer Sildberin á beding í áleið eina viku

Ritan (Savnsmynd: Strandferðslan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í næstum skulu ferjurnar Ritan, ið siglur á leið 58, og Sildberin, ið siglur á leið 66, á beding.

Ritan fer eftir ætlan á beding 31. oktober. Arbeiðið fer at taka góðar tvær vikur, og síðani fer Sildberin á beding, og hetta arbeiðið tekur væntandi áleið eina viku, skrivar heimasíðan hjá Strandferðsluni.

Tað verður Jósup, sum vanliga røkir siglingina til Mykinesar, sum fer at vera avloysaraskip, ímeðan tær báðar áðurnevndu ferjurnar eru í dokk.

Ætlanin er, at ferðaætlanin á leiðunum 58 til Svínoyar og Fugloyar og 66 til Skúvoyar verður óbroytt, við undantak fyri, at onkur túrur afturat, skal tilkallast. Verður tørvur á serflutningi viðvíkjandi farmi, skulu fólk venda sær til avgreiðslu á útoyggj ella til nærmastu farmastøð, skrivar Strandferðslan.

Hetta vera tær seinastu dokkingarnar hjá Strandferðsluni fyri í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2022

12 Leygardagur 22. oktober 2022

Landsbankin: Realkredittlán við broytiligari rentu í vøkstri

Við hækkandi rentustøðinum er fasta rentan á langu realkredittlánunum, tá fólk taka nýtt lán, økt munandi, og tað hevur elvt til, at húsarhald, sum stovna realkredittlán, í seinastuni heldur hava valt realkredittlán við broytiligari rentu, heldur enn fastari rentu

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Rentan, sum varð goldin av sethúsaskuld í føroysku bankunum, var í miðal 2,9 prosent í juli 2022, meðan føroysk húsarhald, sum hava donsk realkredittlán, í miðal rindaðu 2,2% í rentu íroknað bidrøg fyri sína bústaðarskuld hjá donsku realkredittstovnunum.

Lægra bústaðarrentan á donskum realkredittlánum í mun til føroysk bankalán kann vera orsøk til, at føroysk húsarhald í størri mun hava valt realkredittlán seinastu áleið fimm árini.

[object Object]

Seinastu árini hava húsarhaldini í stóran mun valt lang fastforrentaði realkredittlán. Men síðani á sumri 2022 er ein broyting hend. Við hækkandi rentustøðinum er fasta rentan fyri nýlán á langu realkredittlánunum økt munandi, og tað hevur elvt til, at húsarhald, sum stovna realkredittlán, í størri mun hava valt broytiliga rentu, heldur enn fasta rentu.

[object Object]

Í tíðarskeiðinum juli 2021 til juli 2022 eru útlánini frá donsku realkredittstovnunum til føroysk húsarhald økt við 376 milliónum krónum. Av hesum vóru 56 prosent av lánunum við broytiligari rentu og 44% við fastari rentu.

Til samanbering øktust útlánini frá realkredittstovnunum við 510 milliónum krónum í tíðarskeiðinum juli 2020 til juli 2021 og tá vóru einans 5 prosent av stovnaðu lánunum við broytiligari rentu, meðan 95 prosent vóru við fastari rentu. Tað eru serliga tey realkredittlánini, sum hava 2- og 3-ára broytiligari rentu, sum føroyingar í størri mun hava stovnað hetta seinasta árið. Realkredittlán við 2-ára broytiligari rentu eru økt við 40 prosent frá juli 2021 til juli 2022, meðan realkredittlán við 3-ára broytiligari rentu eru økt við 33 prosentum í sama tíðarskeiði.

81 prosent av realkredittlánunum við 2 og 3 ára broytiliga rentu vóru í juli 2022 við avdráttum. Av øllum realkredittlánunum hjá føroysku húskjunum vóru 84 prosent við avdráttum í juli 2022, uttan mun til, um tað er við broytiligari ella fasta rentu. Sostatt hevur meginparturin av føroyskum húskjum sum hava realkredittlán valt lán, har rindað verður niður av skuldini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2022

13
Leygardagur 22. oktober 2022

Fiskavøruútflutningurin yvir 11 milliardir

Hetta er eisini fyrstu ferð, at vit hava útflutt fiskavørur fyri yvir 11 milliardir krónur í einum ári – vøksturin stavar samanumtikið frá prísvøkstri, sigur Hagstovan

(Savnsmynd: Hagstovan/Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í tíðarskeiðnum september 2021 til august 2022 hava føroyingar útflutt fiskavørur fyri 11,2 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 35 prosent í mun til sama tíðarskeið árið fyri.

Hetta er eisini fyrstu ferð, at vit hava útflutt fiskavørur fyri yvir 11 milliardir krónur í einum ári, skrivar Hagstovan.

Átta fyrstu mánaðirnir í ár varð útflutt fyri átta milliardir krónur. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 5,8 milliardir krónur, og svarar hetta til ein vøkstur á 39 prosent vøkstur.

Útflutta nøgdin av makreli er vaksin 14 prosent, meðan virðið er hækkað 43 prosent. Hetta kemst av, at prísurin fyri frystan heilan makrel er hækkaður 25 prosent, og sama gongd sæst fyri sildina.

Laksaútflutningurin er vaksin 34 prosent, og var hann 3,5 milliardir krónur fyrstu átta mánaðirnar. Hetta hóast útflutta nøgdin minkaði sjey prosent.

Gongdin fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu hevur verið góð. Útflutningsvirðið fyri tosk, upsa og hýsu er hækkað ávikavist 51, 27 og 69 prosent. Prísurin fyri hesi fiskasløgini er hækkaður 25 til 33 prosent í miðal hetta seinasta árið.

Samanumtikið stavar vøksturin í útflutningsvirðinum hjá fiskavørunum frá prísvøkstri, skrivar Hagstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2022

14 Leygardagur 22. oktober 2022

Innflutningurin methøgur

Fyrstu átta mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 8,3 milliardir krónur, og hetta er ein vøkstur á 43 prosent í mun til í fjør, sum eisini var metár

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ongantíð fyrr er meira innflutt enn í ár. Tað skrivar Hagstovan, nú innflutningurin til og við august er gjørdur upp.

Fyrstu átta mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 8,3 milliardir krónur, og hetta er ein vøkstur á 43 prosent í mun til í fjør, sum eisini var metár.  Tá varð innflutt fyri 5,8 milliardir. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 27 prosent.

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast innflutta nøgdin er minkað umleið 7 prosent, hava vit brúkt 90 prosent meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør.

Um sæð verður burtur frá brennievni og skipum, er størsti vøksturin í bólkinum rávøra til fiskavirking (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 165 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 50 prosent, skrivar Hagstovan.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnað (fyri tað mesta alifóður). Her er vøksturin 30 prosent.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2022

15 Leygardagur 22. oktober 2022

Hálv millión afturat til privatu miðlarnar

Bjørk Maria Kunoy, John Johannesen og Hallbera West sita í nýgggju miðlastuðulsnevndini, sum alt eitt fer til verka

John Johannessen, Bjørk Maria Kunoy, Jenis av Rana, Hallbera West, Sigrún Brend, Martin N. Simonsen. Dánjal Højgaard vantar á myndini (Mynd: Uttanríkis og mentamálaráðið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nýggj miðlastuðulsnevnd er sett fyri tíðarskeiði 1. oktober 2022 til og við 30. september 2025. Miðlastuðulsnevndin fær millum annað eina hálva millión afturat at ráða yvir.

Tey trý, sum nú manna miðlastuðulsnevndina eru øll nývald:

Bjørk Maria Kunoy, forkvinna., cand.jur., eftir tilmæli frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya – Dánjal Høgjaard, cand.jur., er varaformaður.

John Johannesen, tíðindafólk, eftir tilmæli frá felagnum Føroysk Miðlafólk -  Sigrún Brend, tíðindafólk, er varalimur.

Hallbera West, ph.d., cand. scient pol., eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya – Martin N. Simonsen, cand.mag., er varalimur.

Á fundi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum í vikuni heilsaði landsstýrismaðurin upp á nevndina og greiddi frá arbeiðsuppgávunum. Høvuðsuppgávan hjá nevndini er at býta út stuðulin á fíggjarlógini til privatar tíðindamiðlar. Á fíggjarlógini fyri í ár eru 2 milliónir krónur settar av til ávikavist lønir og verkætlanir. Landsstýrismaðurin hevur í fíggjarlógaruppskotinum hækkað játtanina við hálvari millión krónum upp í 2,5 milliónir krónur í 2023.

Nevndin fer alt fyri eitt at viðgera umsóknirnar um stuðul, sum komu inn til freistina 17. oktober.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2022

16 Leygardagur 22. oktober 2022

Lærarafelagið krevur lønarhækkan

Og tað skal samsvara við prísvøksturin í samfelagnum, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður. Sáttmálin fór úr gildi 1. oktober - samráðingar um ein nýggjan sáttmála eru byrjaðar

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Formaðurin í Lærarafelagnum er greiður: Hann sigur, at Lærafelagið vísti vælvild, tá ið felagið síðst gjørdi sáttmália við Lønardeildina. Hetta var beint eftir, at korona veruliga var farið at gera vart við seg, og nú ynskir felagið vælvild: 

- Tað má síggjast aftur í sáttmálanum, at prísvøksturin er so stórur, so keypiorkan verður varðveitt, sigur Jacob Eli S. Olsen við Kringvarpið.

Sáttmálin, ið Jacob Eli S. Olsen, sipar til í, varð undirskrivaður í juni 2020. Han gekk út 1. oktober, eins og sáttmálarnir hjá 14 øðrum fakfeløgum, og ronknað verður við drúgvum samráðingum.

Tær eru byrjaðir í dag. Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum og Lærarafelagið hava sett seg við samráðingarborið.

Tað er ikki greitt, júst hvussu stóra lønarhækkan Lærarafelagið fer at krevja, men  prísvøksturin hevur verið stórur seinastu tíðina.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2022

17 Leygardagur 22. oktober 2022

Inntøkan hevur ikki fylgt við sethúsaprísinum

Bæði rentuhækkingarnar og prísvøksturin, sum hevur verið í seinastuni minka um tøka peningin hjá húsarhaldunum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein avleiðing av, at sethúsaprísirnir vaksa skjótari, enn tøka inntøkan, er, at bústaðarbyrðan økist. Tað merkir, at tann parturin av tøku inntøkuni, sum húsarhaldini nýta til avdráttir og rentur, er øktur.  

Soleiðis skrivar Landsbanki Føroya í nýggjari frágreiðing um fíggjarliga støðufestið.

Í juli og september í ár hækkaði evropeiski miðbankin rentuna fyri at tálma prísvøksturin, og danski Nationalbankin, ið heldur fastan krónukurs mótvegis evruni, fylgdi aftaná og hækkaði sínar rentur.

Av tí at útlánsrentan í danska tjóðbankanum er hækkað, hava føroysku bankarnir eisini sett sínar útlánsrentur upp. Eitt hækkað rentustøði merkir øktar rentuútreiðslur til bæði bústaðarlán, billán og aðra skuld í bankanum.

Bæði rentuhækkingarnar og prísvøksturin, sum hevur verið í seinastuni á ymsu vørunum og tænastunum, sum húsarhaldini keypa, minka um tøka peningin hjá húsarhaldunum, og hetta er við til at avmarka, hvussu nógv húsarhaldini kunnu bjóða fyri bústaðir og tað kann koma til at tálma prísvøksturin á bústaðarmarknaðinum.

Seinastu áleið átta árini eru sethúsaprísirnir í miðstaðarøkinum øktir skjótari enn inntøkurnar, og tað kemur fyrst og fremst av, at eftirspurningurin eftir bústøðum er størri enn útboðið. Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum kemur av stóru tilflytingini til Føroya seinastu árini, men eisini hava renturnar verið sera lágar hetta sama tíðarskeiðið, og hetta hevur gjørt tað lutfalsliga bíligt at læna pening til sethús.

Á myndini niðanfyri sæst, at sethúsaprísirnir í Tórshavn eru vaksnir skjótari, enn tøka inntøkan síðani 2015 (undantikið í 2017). Vøksturin í realum sethúsaprísum (sí grønu stabbarnir, t.e. sethúsaprísur frároknað prísvøkstur) hevur í miðal verið 10prosent í tíðarskeiðinum 2018 til 2022. Seinast ein slík gongd sást í lutfallinum millum sethúsaprísir og tøku inntøkuna, var í 2006 til 2008. Eftir 2008 fall sethúsaprísurin aftur til støðið fyri tøku inntøkuna.

Ilt er at siga, um sethúsaprísirnir aftur fara at lækka á sama hátt. Serliga í miðastaðarøkinum er eftirspurningurin eftir býli framvegis størri enn útboðið, og tað hálar prísin uppeftir.

Ein avleiðing av, at sethúsaprísirnir vaksa skjótari, enn tøka inntøkan, er, at bústaðarbyrðan økist. Tað merkir, at tann parturin av tøku inntøkuni, sum húsarhaldini nýta til avdráttir og rentur, er øktur.   

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2022

18
Leygardagur 22. oktober 2022

Nýtt skip á Fuglafirði

Nýggjasta danska fiskiskipið, Astrid úr Skagen, hevur landað 1.200 tons av makreli til Pelagos

(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Í vikuni lá nýggjasta danska fiskiskipið, Astrid S. 265, á Fuglafirði. Teir landaðu umleið 1.200 tons av makreli til Pelagos. Skipið varð doypt 6. august, og er sostatt bara góðar tveir mánaðir gamalt.

- Hetta er eitt stórt og gott skip, sum er 92 metrar langt. Tað er 17 metrar breitt frammi á bógnum og so breiðkast tað aftur eftir, so tað er 18 metrar breitt afturi á hekkuni. Lastin er 3200 kubikmetrar. Tað sigur skiparin og ein av eigarunum, Johannes Johansson.

- Skrokkurin er gjørdur í Polandi, og skipið er gjørt liðugt hjá Karstensen í Skagen. Astrid hevur allarnýggjastu útgerð til skip av hesum slagi og er útgjørt bæð til trol- og nóta fiskiskap, sigur Johannes.

- Ja, hetta er eitt gott skip, og motorurin er ein 10.000 hesta Wärtsilä. Hann er mest økonomiski dieselmotorur, sum finst her og nú. Tað sigur maskinstjórin, Jón Sigurd Samuelsen.

- Køliútgerðin og øll onnur útgerð er av nýggjasta og besta slagi, tí vit ynskja, at góðskan á fiskinum skal vera tann besta, sigur Jón Sigurd.

Sjey mans eru við Astrid og tvær manningar hoyra til skipið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2022

19 Leygardagur 22. oktober 2022

Granskingaretikkur í smásamfeløgum

Nýggj vísindalig grein er komin um sosial sambond og gransking í smásamfelagnum

Erika Hayfield (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í seinastu útgávu av vísindaliga tíðarritinum Shima er grein hjá Eriku Anne Hayfield, lektara á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, við heitinum “Ethics in small island research: Reflexively navigating multiple relations”. 

Greinin viðger tey tøttu sambondini, sum eru millum fólk í Føroyum, og hvussu granskarar tilvitað eiga at taka hendan veruleikan við í granskingaretikkin.

Føroyar eru eyðkendar við fleirsambondum, og hetta hevur við sær, at fólk kunnu t.d. bæði vera í familju, arbeiða saman, umframt at hava felags vinir. Fólk eru tískil í mongum “hattum”, og samleiki teirra verður samansettur, tí hesir mongu leiklutirnir umskarast í heilum. Fleirsambond hava eisini við sær, at fólk gerast heft hvør at øðrum, og tað er nærum ógjørligt at fara inn í eina støðu við einum samleika.

Í greinini verður grundgivið fyri, at fleirsambond hava týdning fyri granskingetikk við fólki, og at gransking í slíkum smásamfeløgum eigur at hava relatiónir í miðdeplinum.

Greinin leggur tískil upp til at hava eina relatiónsetiska tilgongd í gransking í smásamfelagnum, og serliga tá talan er um kvalitativa gransking. Mangastaðni í Vestanlondum eru granskingaretiskar leiðreglur grundaðar í individualistiskum hugsunarhátti, og tá er ikki sama atlit at relatiónsnetverkum, sum eru so eyðkend í Føroyum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2022

20 Leygardagur 22. oktober 2022

FarGen er í gongd aftur

Við FarGen 2 er ætlanin at røkka tilsamans 5.000 luttakarum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú ber aftur til at gerast partur av FarGen-verkætlanini hjá Ílegusavninum, sum mennir ein pall fyri ílegugransking í Føroyum. FarGen 2 víðkar verandi verkætlan við at bjóða 3.500 luttakarum afturat við umframt at savna inn fleiri dátur, og higartil eru um 460 fólk komin við. Málið við FarGen er framvegis at savna tilfar og fáa kanningar í lag, sum kunnu menna persónlagað medisin í Føroyum. Persónlagað medisin byggir á vitan um ílegurnar hjá tí einstaka, umhvørvi og lívsstíl, og letur upp fyri at málrætta viðgerðina til einstaka sjúklingin. FarGen 2 hevur trý ítøkilig mál:

1. At kanna fýra ymsar sjúkur við høgum títtleika í Føroyum: Diabetes, blóðtrýst, tarmbrunasjúku og ávísar giktarsjúkur (spondylartropati).

2. At halda fram at menna eitt føroyskt tilvísingargenom, sum vísir miðal ílegusamansetingina hjá føroyingum.

3. At kanna, hvussu tætt skyldir føroyingar eru í dag og fáa kunnleika um søguna hjá føroysku búfjøldini.

FarGen 2 er eitt samstarv millum Ílegusavnið, Sjúkrahúsverkið, Københavns Universitet, Ríkissjúkrahúsið og amerikansku fyritøkuna, Variant Bio. Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari, fegnast um samstarvið: “Okkara samstarvsfelagar hava stóra vitan og hollar royndir innan ílegugransking og búfjøldarílegufrøði (populatiónsgenetikk), sum gagna endamálinum við FarGen. Harumframt veita tey fígging, sum ger tað møguligt at útbyggja okkara dátugrundarlag munandi og harvið at flyta FarGen eitt stórt stig fram á leiðini móti persónlagaðum medisini”.

Variant Bio hevur serligan áhuga fyri gransking í búfjøldum við serstøkum heilsueyðkennum og einum ílegufrøðiligum bygnaði, sum letur upp fyri ávísum granskingarmøguleikum. Kaja Wasik, granskingarleiðari hjá Variant Bio, sigur: “Søgan hjá føroyska fólkinum við landafrøðiligari avbyrging og avmarkaðari tilflyting í øldir ger, at føroyingar hóska sera væl til tað slagið av gransking, vit fáast við. Hesi viðurskifti gera, at føroyingar hava rættiliga eins

ílegubakgrund, og vit síggja lutfalsliga høgan títtleika av ávísum sjúkum, meðan aðrar sjúkur als ikki finnast her, og tað økir m.a. hagfrøðisligu styrkina í granskingini”.

Fyrstu luttakararnir gjørdust partur av FarGen í sept. 2016, og málið við fyrsta stigi varð rokkið við 1.500 luttakarum í 2018. Við FarGen 2 er ætlanin sostatt at røkka tilsamans 5.000 luttakarum. FarGen hevur høli í Havn og í Klaksvík, har luttakarar kunnu møta til kanningar, men vitjað verður eisini kring landið, og í komandi viku verða kanningar gjørdar á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2022

21
Leygardagur 22. oktober 2022

Nitrit er ein avbjóðing hjá laksi í feskvatni

Granskarar frá Fiskaaling við Heidi S. Mortensen á odda, hava skrivað grein í altjóða tíðarriti

(Mynd: Fiskaaling)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Granskingarúrslit hjá Fiskaaling eru útgivin í altjóða tíðarritinum ‘Frontiers in Animal Science, ið hevur eina serútgávu við heitinum: “Biology Meets Technology: Aquatic Animals in Novel and New Aquaculture Production Systems”.

Tað er Heidi S. Mortensen, granskari á Fiskaaling, ið er høvuðsrithøvundur á greinini.

Greinin greiðir frá kanningararbeiði, sum granskarar á Fiskaaling hava staðið fyri, har kannað verður, hvussu innihaldið av nitrit í vatni á smoltstøðum ávirkar laksin. Nitrit stavar frá skarni, ið laksurin hevur latið í vatnið.

Laksur upptekur nitrit úr vatninum umvegis nakrar kyknur í táknunum, sum vanliga upptaka klorid sølt. Um innihaldið av nitirit verður ov høgt, skal laksurin brúka orku uppá at útskilja upptikið nitrit. Verður laksurin útsettur fyri ov høgum nitritinnihaldi í vatninum yvir longri tíð, kann hetta ávirka fysiologisku javnvágina hjá laksinum, og nitrit byrjar at upphópast í blóðnum. Hetta kann føra til klorid mangul, sum so aftur viðførir, at súrevnið ikki verður upptikið og flutt rætt í blóðnum. Ov høgt innihald av nitrit í blóðnum kann eisini føra til ov høgt innihald av kalium í blóðinum – ein støða sum verður nevnd hyperkalemi.

Av tí at nitrit verður upptikið umvegis kyknurnar, sum upptaka klorid, ber til at tilseta nakað av salti í vatnið, soleiðis at fiskurin upptekur klorid í staðin fyri nitrit. Fiskaaling kannaði, hvussu væl laksurin kláraði at halda nitritjavnvágina aftan á 22 mánaðir í kørum á eini smoltstøð, ið ikki tilsetti salt í vatni, og har innihaldið av nitrit var lutfalsliga lágt.

Kanningin vísti, at afta á 22 mánaðir hevði fiskurin eitt nitritinnihald í blóðinum, sum var 8-16 ferðir hægri enn innihaldið í vatninum. Eisini vóru tekin um, at fiskurin hevði ov nógv kalium í blóðinum.

Granskingarúrslitini vísa, at laksurin hevur trupult við at halda fysiologisku javnvágina í feskvatni yvir longri tíð, tá nitritinnihaldi í vatninum er ov høgt, og at hetta kann viðføra at fiskurin fær hyperkalemia.

Tað er Heidi S. Mortensen, granskari á Fiskaaling, ið hevur staðið fyri kanningunum og er høvuðsrithøvundur á greinini. Afturat henni hava Elin Jacobsen og Amanda Vang frá Fiskaaling verið partur av arbeiðinum umframt Jelena Kolarevic, granskari á Norska Universitetinum The Norwegian College of Fishery Science.

Úrslitini í greinini eru liður í granskingararbeiðnum hjá Fiskaaling, ið hevur til endamáls at røkka visjónini hjá Fiskaaling, sum er vitan til varandi aling.

Vísindagreinin við drúgva heitinum “Exposing Atlantic Salmon Post-Smolts to Fluctuating Sublethal Nitrite Concentrations in a Commercial Recirculating Aquaculture System (RAS) May Have Negative Consequences”, kan lesast í fullari longd her  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2022

22 Leygardagur 22. oktober 2022

Fyrstu svanamerktu bygningarnir í Føroyum

Á Oyggjarvegnum, við góðum útsýni yvir Havnina, eru tveir stórir bygningar reistir eftir stuttari tíð. Talan er um umhvørvisvinarliga bygging

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Skal ein bygningur fáa svanamerkið, skal hann lúka eina røð av strongum krøvum, sum snúgva seg um alt frá góðkendum tilfari, góðskutryggjaðum inniklima og grønum orkukeldum. Í stuttum snýr tað seg um at byggja við virðing fyri tilfeinginum. Alt hetta liva vit upp til, og tí hava nýggju íbúðarbygningarnir fingið svanamerkið, sigur Gordon Rajani, stjóri í Mark, ið hevur latið sermerktu bygningarnar á Oyggjarvegnum í Havn byggja.

Á Oyggjarvegnum, við góðum útsýni yvir Havnina, eru tveir stórir bygningar reistir eftir stuttari tíð.

Talan er um eina byggiverkætlan hjá felagnum Mark , ið skal hýsa tilsamans 48 íbúðum.

Áhugin fyri at fáa eina íbúð á Oyggjarvegnum er stórur, og tey, ið fáa eina íbúð, fáa ikki bara tak yvir høvdið. Tey kunnu hartil vera vís í, at nýggja heimið lýkur strangastu umhvørviskrøv.

- Svanamerkið er almenna umhvørvisgóðkenningin í Norðurlondum, og krøvini eru tí serstakliga høg. Høvuðsendamálið er at tryggja, at umhvørvi og tilfeingi verða troytt sum minst, greiðir Gordon Rajani frá. 

Fyri at fáa svanamerkið skalt tú lúka strong krøvini, bæði tá ið umræður rávøru, framleiðslu, burturbeining og endurnýtslumøguleikar. Hartil verða strong krøv sett til lidna bygningin, bæði hvat ið viðvíkur dagslýsi, ventilatión og hvussu bygningurin er tryggjaður móti fukti. 

Umhvørvisvinarlig bygging
- Vit hava allatíðina skulað prógvað og skjalfest tilfarið, ið er nýtt. Bæði byggitilfarið, men eisini spartl, máling, lím, lakk og oljur. Tað sama er galdandi fyri rør, el-leiðingar, gólv og veggir, vindeygu, ventilatión og møblar í køki og baðirúmi. Stutt sagt skal alt tilfar - niður í minstu skrúvu - lúka norðurlendsku umhvørviskrøvini, sigur Gordon Rajani. 

Hetta gagnar umhvørvinum, men eisini handverkarunum, sum skulu gera bygningarnar - og ikki minst teimum, sum frameftir skulu búgva har.  

Stjórin í Mark greiðir frá, at felagið "Miljømærking Danmark", sum hevur ábyrgdina av Svanamerkinum, hevur verið á eftirlitsvitjan, fyri at tryggja, at øll krøv verða fylgd.

- Vit vita, at byggivinnan stendur fyri einum stórum parti av samlaða co2 útlátinum. Tí er tað avgerandi, at eisini byggivinnan fer at hugsa øðrvísi fyri at verja umhvørvið, vísir Gordon Rajani á. 

Tá ið Mark skuldi fara undir íbúðarbygningarnar á Oyggjarvegnum kannaðu teir møguleikarnar fyri at finna bestu og umhvørvisvinarligastu loysnina. Teir gjørdu av at byggja í samstarvi við danska felagið Scandi Byg. 

- Í Scandi Byg hava tey sergrein í umhvørvisvinarligari bygging. Modulini eru framleidd á verksmiðjuni í Løgstør og síðani flutt til Føroya við skipi. Scandi-byg fylgir sera strongum tilgongdum, sum tryggja skjóta leveringstíð og minni tilfars- og orkunýtslu til framleiðsluna, greiðir Gordon Rajani frá. 

Á Oyggjarvegnum eru modulini síðani reist og samlað, somuleiðis eftir strongum reglum og krøvum fyri at Svanamerkið kann verða latið.

Bygningarnir, sum nú eru reistir, fara at hava tilsamans 48 svanamerktar íbúðir, sum verða úr umleið 62 fermetrum upp í umleið 124 fermetrum til støddar. Gongst sum ætlað kunnu fyrstu leigararnir flyta inn 1. februar 2023. 

Til ber at søkja um íbúð á Oyggjarvegnum á heimasíðuni www.mark.fo

Fakta um Svanamerkta bygging: 

- Lága orkunýtslu, gott inniklima og fokus á burðardygd. Frá tilfari - til bygging - til endurnýtslu av tilfarinum langt frammi í tíðini. 

- Alt tilfarið, sum er nýtt, lýkur høg krøv um umhvørvis- og heilsuskaðilig evni 

- Allur viður er merktur við svanamerkinum, tí hann er úr burðardyggum skógum og er lógliga feldur. 

- Uttanveltað kanning av byggitilgongdini og lidna bygninginum tryggjar, at øll krøv og allar mannagongdir eru fylgd.  

- Í einum heimi, har burðardygd er eitt modernað heiti, kann svanamerkið tryggja, at tað veruliga er satt, tí krøvini eru so strong. 

- Felagið Scandi Byg í Danmark hevur sergrein í burðardyggari bygging. Tey halda øll krøv, sum Miljømærking Danmark setur, og fáa javnan eftirlitsvitjan fyri at kunna fáa viðurkenda svanamerkið á vørurnar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2022

23 Leygardagur 22. oktober 2022

Fountainhúsið 100.000 frá Lions

Ágóðin frá ólavsøkuframsýningini í Müllers Pakkhúsi er nú latin Fountainhúsinum, ið fekk tilsamans 100.000 krónur handaðar nú um dagarnar

Vinstrumegin frá: Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, og umboðini fyri Fountainhúsið, sum vóru Sólrun S. Michelsen, Einar Tórstún, Sámal Mortensen, Birita Petersen, Súsanna Winther Poulsen og Súna Mørk
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aftur í ár royndist ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn sera væl, tí har vóru mong vitjandi og hugdu at teimum mongu listaverkunum, ið vóru at síggja. Hartil vóru mong listaverk seld, so talan gjørdist um ein góðan ágóða til Fountainhúsið.

Um dagarnar vórðu tær 100.000 krónurnar handaðar umboðum fyri Fountainhúsið, ið eisini greiddu nærri frá um virksemið, sum í stuttum snýr seg um at veita teimum millum 18 og 67 ár, ið hava ella hava havt sosialar og sálarligar avbjóðingar eitt arbeiðsrelaterað tilboð.

Talan er um eitt rehabiliteringstilboð, har førleikar og styrki verða ment, so møguligt er aftur at koma á arbeiðsmarknaðin. Fountainhúsið bjóðar ein skipaðan gerandisdag við arbeiðsuppgávum og endurvenjing – bæði fakliga, persónliga og sosialt.

Fleiri góð hugskot
Føroyska Fountainhúsið, ið heldur til á Tinghúsvegnum í Havn, hevur virkað í meira enn átta ár, og har koma umleið 35 fólk allar gerandisdagar í vikuni, so stórur tørvur er á tilboðnum, ið verður bjóðað. Hóast Fountainhúsið fær almennan rakstrarstuðul, er stórur partur av virkseminum fíggjaður við stuðli, eitt nú trivnaðartiltøk fyri limirnar, so sum útferðir, biograf, hugnakvøld og líknandi.

Tey, sum vóru møtt frá Fountainhúsinum at taka ímóti pengunum, høvdu fleiri góð hugskot til, hvussu peningarnir frá Lions Club Tórshavn kunnu brúkast. Onkur kundi hugsað sær okkurt sosialt tiltak so sum jólaborðhald, og onkur at fara útferð í Føroyum ella til okkurt av hinum Norðurlondum at vitja onnur Fountainhús.

Tað var Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, ið handaði Fountainhúsinum gávubrævið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2022

24 Leygardagur 22. oktober 2022

Vel besta føroyska stuttfilmin

Føroyingar fáa høvi til at fylgja við og atkvøða fyri sínum yndisfilmi, tá Geytin 2022 verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í kvøld, leygarkvøldið 22. oktober, verða filmsvirðislønirnar Geytin og Áskoðaravirðislønin handaðar í Norðurlandahúsinum. Kringvarp Føroya fer at senda frá tiltakinum, og filmarnir, sum eru við í kappingini, verða eisini vístir í sjónvarpinum.

Tiltakið verður fyriskipað av Norðurlandahúsinum og Kringvarpi Føroya í samstarvi við Sona.

Atkvøðugreiðslan um áskoðaravirðislønina verður umvegis SONA-appina, so øll, eisini sjónvarpshyggjararnir, kunnu atkvøða fyri sínum yndisfilmi.

Seks filmar eru valdir av dómsnevndini at luttaka í Geytanum 2022. Teir eru:  

Sálarkvøl – Eir í Ólavstovu 

Ver Her – Maria Winther Olsen 

Tokskinnarin – Terji Mohr 

Typiskt – Sølvi Næs Hoydal 

Steinbíturin – Klippfisk (Dina Fríða Poulsen) 

Nonstop – Sølvi Næs Hoydal  

Hvør einstakur limur í dómsnevndinierumboðaðuraveinum filmsyrkisligum felagiellastovni. 

Í dómsnevndini sita: 

Rannvá Jónsdóttir (Filmsfelagið) 
Hans Petur Hansen (Kringvarp Føroya)
 
Sakaris Stóra (Føroysk Filmsfólk)
 
Tina Wagner (Filmshúsið)
 
Pætur M. Dahl (Klippfisk)
 
Altjóða
limur í dómsnevndini:Valdimar Jóhannson (Filmsleikstjóri)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2022

25 Leygardagur 22. oktober 2022

Fegnir heiðurslønarmóttakarar í Múllers Pakkhúsi

Jákup Veyhe, Carl Jóhan Jensen, Nils Ohrt og Det Feröische Compagnie vórðu heiðrað tá M.A. Jacobsens-heiðurslønirnar vórðu latnar hósdagin

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hósdagin vóru M.A. Jacobsens-heiðurslønirnar og barnamentanarheiðurslønin latin á móttøku í Müllers Pakkhúsi. Niðanfyri ber til at lesa grundgevingarnar hjá nevndunum fyri at lata heiðurslønirnar.

Barnamentanarheiðurslønin
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar kommunu varð latin Jákupi Veyhe fyri útvarpsleikrøðina “Tey í Mórugøtu”, sum vit einamest kenna úr barnaútvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, men sum eisini er lagað til einmans- og skúlaleikir.

[object Object]

[object Object]

Við jøvnum millumbilum eru Kenneth og Katja og øll hini í Mórugøtu beinleiðis atvoldin til, at børn og vaksin gerast ov sein um morgunin.

“Tey í Mórugøtu” er nakað so forkunnugt sum upprunaføroyskt dygdarundirhald til børn og ung, men talar tó eisini til aðrar aldursbólkar. Breiddin ger, at tilfarið er meira enn bara undirhald. Talan er um sjáldsama gløggan samtíðarhumor, sum bæði prikar og avdúkar viðurskifti, sum vit kenna okkum aftur í, men helst ikki vilja kennast við.

Jákup Weyhe eigur stórt rós uppiborið fyri “Tey í Mórugøtu”, sum hann bæði skrivar, ritstjórnar og ljóðblandar, umframt at leggja røddir, ljóð og tónleik til.

Fagrar bókmentir
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir varð latin Carl Jóhan Jensen fyri tríverkið "Sær – ein fuglabók av gloymsku", "Terningar – søgur av tilvild" og "Vatn er ein vátur logi".

[object Object]

Skaldsøgurnar lýsa tilveruna “sum eitt elastikk ... spent á tamb og so slept knappliga”. Felags fyri tær eru misjøvn barnaár í skiftandi frásagnarsniði.

Ein er fyrsta-persónsskaldsøga, ið ferðast víða í tíð og um støð; ein er fortalt hugarensl hjá einum fullkomiliga tigandi søgupersóni; tann triðja er ein long dement einrøða við einum tigandi lurtara. Minni, gloymska og tilvild eru miðjan í hesum tríverki.

Yrkisbókmentir
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir verður í 2022 latin Nils Ohrt fyri verkið "Millum Føroyar og málningin".

[object Object]

Bókin varpar ljós á myndlistina og lívið hjá trimum føroyskum listafólkum: Sámal Joensen-Mikines, Ruth Smith og Ingálvi av Reyni, og kapitlarnir byrja við djúptøknum greiningum av einstøkum verkum.

Millum Føroyar og málningin setur tey trý og teirra myndir í ein størri samanhang við at knýta træðrir ímillum listina her heima á landi og rák úti í heimi. List kemur av aðrari list, verður staðfest, og við umfatandi viðgerð, fótnotum og keldutilfari vísir høvundurin, hvussu tríggir føroyingar hava tikið lut í samrøðuni við listaheimin rundan um okkum.

Mentanaravrik
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik verður í 2022 latin leikbólkinum Det Feröische Compagnie fyri slóðbrótandi leikir síðani 2010.

[object Object]

Í 2022 hevur leikbólkurin framført leikverkið Lykkenborg í Listastovuni í Miðvági.

Við støði í søguni um miðvingin Pól Jóhannus Poulsen hevur Det Feröische Compagnie skapað ein minimalistiskan leik, sum spreingir siðbundnar fatanir av leiklist og megnar at bróta niður allar veggir millum áskoðara og leik.

Áskoðarin upplivir samanbrestin millum kaldan og óndan veruleika og tað, sum ger heimin vakran. Upplivingin livir og trokar á, hóast bæði Lykkenborg og Pól Jóhannus eru horvin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2022

26 Leygardagur 22. oktober 2022

Eydís Evensen kemur heim

Klaverleikarin og tónaskaldið Eydís Evensen spælir í Norðurlandahúsinum og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði komandi vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Eg eri so spent at sleppa at framføra á einum stað, sum eg føli er mítt heim.

Soleiðis segði Eydís Evensen, tá hon fekk váttað sínar fyrstu konsertir í Føroyum.

Ættarbondini hjá Eydís eru sera samansett – ein fjórðingur føroysk, ein fjórðingur norsk, ein fjórðingur íslendsk, umframt at ein fjórðingur er ein samanblanding av fleiri tjóðskapum. Tó er hon 100 prosent komponistur og pianistur.

Eydís býr í Íslandi, men fyrstu ferð, hon sat við eitt klaver og lat fingrarnar fara leikandi eftir tangentunum, var hon heima hjá ommu síni í Tórshavn. Tað var við klaverið hjá ommuni, at Eydís byrjaði at spæla tónleik, eins og tað var har, hon skrivaði sítt fyrsta tónleikaverk sum bert 7 ára gomul – eitt tónleikaverk um illveður.

Síðani hevur Eydís ferðast kring allan heim. Hon hevur búð bæði í Paris, New York og Cape Town, men íblásturin til tónleikin finnur hon kortini enn í náttúrumáttunum. Heitið á hennara fyrstu útgávu er “Bylur”, sum á íslendskum merkir kavaódn. Hon fær eisini íblástur úr tónleikinum hjá m.ø. Pink Floyd, Led Zeppelin, Deep Purple, Philip Glass og Thom Yorke úr Radiohead. Ljóðið er vakurt, sterkt og sorgblítt og hevur vakt ans uttanlands.

Nú, hon skal hava konsertir í Føroyum, kemur hon til Føroya beinleiðis av Reeperbahn, sum er týdningarmesti festivalurin fyri ungar tónleikastjørnur.

Klaverið hjá ommuni, sum Eydís lærdi at spæla uppá sum barn, stendur ikki longur í Havn, men í Íslandi. Omman doyði í 2015 og hevur Eydís ikki verið aftur í Føroyum síðani jarðarferðina hjá ommuni. Men nú vitjar Eydís aftur - hon kemur heim við tónleiki sínum.

Á konsertunum í Føroyum spælir Eydís saman við føroyskari strúkikvartett, sum er mannað av Jón Festirstein, Atla Ellendersen, Angeliku Hansen og Tóra Restorff Jacobsen.

Eydís hevur konsert í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 29. oktober kl. 19.30 og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin 30. oktober kl. 16. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2022

27 Leygardagur 22. oktober 2022

Olaf Johannessen á donskum frímerki

PostNord hevur útgivið fýrablokk, har føroyski sjónleikarin m.a. sæst í leiklutinum sum Jeppe á fjallinum, í sambandi við, at tað í ár eru 300 ár síðan, fyrsti danski sjónleikurin varð framførdur á palli

(Mynd: PostNord)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í ár hátíðarhalda danir, at tað eru 300 ár síðani, at fyrsti danski sjónleikurin varð framførdur á palli. Tað var 23. september í 1722.

Í hesum sambandi hevur Post Nord útgivið fýrablokk, ið ímynda donsku leiklistasøguna. M.a. sæst føroyski sjónleikarin, Olaf Johannesen á einum av frímerkjunum.

Á frímerkinum sæst Olaf sum Jeppe á fjallinum á Grønnegårdsteatrinum í 2016.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2022

28 Leygardagur 22. oktober 2022

Jólamerki skaffa pengar til vælgerandi endamál

Bárður Dal Christiansen hevur sniðgivið jólamerkini í ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú ber til at søkja stuðul úr Jólamerkjagrunninum.

Stuðul verður latin á hvørjum ári til stovnar, feløg og onnur, ið virka fyri tiltøkum til frama fyri børn. Eisini kann stuðul latast til tiltøk til frama fyri ungdóm, fólk, ið bera brek ella onnur samfelagsgagnlig endamál. Stýrið fyri Jólamerkjagrunnin kann játta stuðul eftir egnum uppskoti.

Síðan Jólamerkjagrunnurin varð settur á stovn í 1979, er stuðul latin til nógv ymisk endamál. Seinastu árini hevur grunnurin m.a. latið stóran stuðul til felagsskapin Kris, Ævintýraferðina, Eydnudeildina og Loppurnar, umframt ‘Øll hava rætt til góð barnaár’, ið er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya. Sambært viðtøkunum fyri grunnin hevur Jólamerkjagrunnurin til endamáls at býta út vinningin av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út. Freistin at senda inn umsókn er 31. oktober.

Nýggj jólamerki verða sniðgivin hvørt ár, og í ár hevur Bárður Dal Christiansen sniðgivið jólamerkini. Eitt ark við 15 merkjum kostar 30 krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2022

29 Leygardagur 22. oktober 2022

Listaframsýning við Eyðuni av Reyni í Glyvra kirkju

Letur upp sunnukvøldið klokkan 20. Í tí sambandi spælir Jón Magnus Joensen á Frobenius-orglið.

Eyðun av Reyni hevur í fleiri ár tikist við koloristiskan landslagsmálning
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnukvøldið 23. oktober letur ein listaframsýning upp í Glyvra kirkju. Tað er Eyðun av Reyni, listamaður, ið sýnir fram.

Í sambandi við framsýningina verður tónlist. Jón Magnus Joensen, urguleikari, spælir á Frobenius-orglið.

Bárður Jákupsson sigur í bók síni “Myndlist í Føroyum” um Eyðun av Reyni úr Havn: 

Hann var næmingur á Askou-Jensens tekniskúla í Keypmannahavn 1971-72, síðani á málaraskúlanum á listaakademinum hjá Wilhelm Freddie 1972-78.

Hann hevur í fleiri ár tikist við koloristiskan landslagsmálning.

Málningarnir eru komponeraðir við sterkum litum og stórum pensilsstrokum í einummyndamáli, ið abstraherar frá myndevninum. Men tey seinasti árini hevur hann afturí størri mun undirstrikað sambandið við tað ítøkiliga myndevnið –linjur, rørslur og flatar sipa til veggir, galvar og skjøldrar á húsum. Ein linja og ein litur kunnu bákna væðing og kvøldroða. Svartir og violettir litir eru klangbotnur undir sterkum reyðum, grønum, bláum og gulum litbrigdum.  

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2022

30 Leygardagur 22. oktober 2022

Putin lýsir undantaksstøðu í ukreinsku landslutunum

Farið verður nú undir at flyta fólk í Kherson til Russlands fyri at verja tey móti álopum frá ukrainska herinum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Russland lýsir nú undantaksstøðu í teimum fýra landslutunum, sum til fyri stuttum vóru partar av Ukraina, nevniliga Donetsk, Luhansk, Kherson og Zaporizjzja.

Sambært russiska forsetanum, Vladimir Putin, fáa leiðararnir, ið eru innsettir í teimum fýra økjunum, nú víðkaðar heimildir, men tað er tó óvist, hvat tað inniber, skrivar NRK.

Russiskar herdeildir skulu nú hava strangari eftirlit við teimum fólkum, sum ferðast til og úr landslutunum. Undantaksstøða verður eisini sett í gildi í russisku landspørtunum  Krasnodar, Belgorod, Bryansk, Voronezh, Kursk og Rostov, sum hava mark til Ukraina umframt landslutirnar Krim og Sevastopol, á Krim hálvoynni, sum Russland legði undir seg í 1014.

Flyta fólk úr Kherson

Russiska hersetingarvaldið boðaði í morgun frá, at ætlanin er at fara undir at flyta fleiri tíggjutúsund fólk burtur frá hermótunum í hersetta Kherson-landslutinum. Orsøkin sigst vera, at økið er hótt av ukrainska herinum.

Talan er um at flyta millum 50.000 og 60.000 persónar burtur. Sambært Vladimir Saldo, guvernøri, verða tey flutt til økir eystan fyri Dnipro-ánna, skrivar dr.dk.

Russland byrjaði sína innrás i Ukraina 24. februar, tá ein roynd eisini varð gjørd at herseta høvuðsstaðin, Kyiv. Síðan valdu russar at uppgeva hesa royndina fyri ístaðin at miðsavna seg um stríðið um økið í landssynningspartinum av Ukraina.

Hetta førdi til, at landið skipaði fyri fólkaatkvøðum í landslutunum Kherson, Zaporizjzja, Luhansk og Donetsk, sum síðan vórðu innlimaðir í russiska ríkið eftir at stórur meiriluti var fyri hesum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2022

31 Leygardagur 22. oktober 2022

Ovsjannikova flýdd úr Russlandi

Journalisturin, sum mótmælti russisku innrásini undir eini tíðindasending, er flýdd til eitt evropeiskt land, men upplýst verður ikki hvat

Soleiðis sá tað út, tá Ovsjannikova mótmælti mitt undir eini tíðindasending í russiskum sjónvarpi í mars
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Russiski journalisturin, Marina Ovsjannikova, sum gjørdist heimskend í mars, tá hon undir eini tíðindasending kom fram á skíggjan við mótmælisskelti móti russisku innrásini í Ukraine, er nú flýdd av landinum.

Sagt verður, at hon er farin til “eitt evropeiskt land”.

Tað upplýsir advokatur hennara, Dmitrij Sakhvatov, fyri Reuters. Hon verður nú vard av einum evropeiskum landi, men hann vil ikki siga hvagar hon er farin.

Sambært fyrrverandi manninum hjá Marinu Ovsjannikova, flýggjaðu hon saman við 11 ára gomlu dóttur teirra fyri meira enn tveimum vikum síðani. Eftir hetta varð hon at síggja á einum lista hjá russiska innanríkisráðnum fyri eftirlýstar persónar.

44 ára gamli journalisturin var í august sett í húsavarðhald í tveir mánaðir, tí hon stóð til at kunna fáa ein dóm á upp til tíggju ára fongsul fyri at hava spjatt falstíðindi um russiska herin.

Í juli var hon at síggja við áarbakkan yvir av Kreml við einum skelti, har hon kallaði Vladimir Putin forseta fyri drápsmann og soldátar hansara fyri fasistar.

Ovsjannikova hevur frammanundan fingið tvær bøtur fyri at hava mótmælt móti krígjum í Ukraina, skrivar dr.dk. 

[object Object]
Marina Ovsjannikova avmyndað á einum rættarfundi í august (Mynd: EPA)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2022

32 Leygardagur 22. oktober 2022

Burðatalið í heimsins fólkaríkasta landi er ov lágt

Kinesiska stjórnin hevur seinasta árið sett tiltøk í verk fyri at fáa fólk at fáa sær fleiri børn, men tað hevur eftir øllum at døma ikki verið nóg mikið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Kinesiska stjórnin ætlar at seta tiltøk í verk fyri at fáa burðatalið í landinum upp, sigur kinesiski forsetin, Xi Jinping.

Hóast Kina er heimsins fólkaríkasta land við 1,4 milliardum íbúgvum, verður mett, at burðatalið í ár fer at verða søguliga lágt.

Í fjør vórðu 10,6 milliónir børn fødd í Kina – 11,5 prosent færri enn í 2020, og í ár væntast talið er verða undir 10 milliónir.

Í tíðarskeiðnum 1980 til 2015 varð sonevndi eittbarnspolitikkurin galdandi í landinum, men seinastu árini hevur verið loyvt at fáa upp til trý børn.

Seinasta árið hevur stjórnin eisini sett tiltøk í verk fyri at fáa fólk at fáa sær fleiri børn. Millum tiltøkini eru skattalættar, longri barsilsfarloyvi, betri heilsutrygd, bústaðarstuðul, og fleiri barnapengar fyri trðja barnið. Men hóast hetta tykjast kinesiskar kvinnur at vera lítið áhugaðar at fáa sær børn.

Serfrøðingar siga, sambært tíðindastovuni Reuters, at hesi tiltøkini ikki eru nóg mikið. Víst verður m.a. á, at tað framvegis er dýrt at fáa sær útbúgving, lønin er lág, og arbeiðsvikurnar eru langar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2022

33 Leygardagur 22. oktober 2022

Romina er yngsta ráðkvinnan í Svøríki nakrantíð

Neyðugt at halda fram við kjarnorkuni fyri at náa málunum um orkuskiftið, sigur nýggja svenska ráðkvinnan í veðurlags- og umhvørvismálum

Romina Pormoukhtari (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

26 ára gamla Romina Pourmokhtari er veðurlags- og umhvørvisráðkvinna í nýggju svensku stjórnini

Í vikuni skipaði Ulf Kristerson, leiðari fyri flokkin Moderaterna, nýggja borgarliga stjórn í Svøríki.

Í stjórnini eru 13 ráðharrar frá Moderaterna, seks frá Kristdemokraterna og fimm frá Liberalerne.

Millum nýggju stjórnarlimirnar hjá Liberalerna er yngsti stjórnarlimurin í Svøríki nakrantíð. Tað er kvinnan, sum higartil hevur verið forkvinna fyri ungdómsfelagsskapin hjá flokkinum, 26 ára gamla Romina ourmokhtari, sum nú verður ráðkvinna fyri veðurlag og umhvørvi.

- Í veðurlags- og umhvørvisspurningum er neyðugt við einum persóni, ið fatar álvaran í spurninginum og sum megnar at reka politikk, ið samsvarar við málini, sum Svøríki hevur sett sær fyri. Eg trúgvi upp á, at eg havi góðar møguleikar fyri at røkka teimum málunum, segði Pourmokhtari við SVT tá stjórnin varð kunngjørd týsdagin.

Nýggja stjórnin í Svøríki hevur tikið avgerð um, at gera nýggjar íløgur í kjarnorku. Stjórnin hevur vrakað málinum um 100 prosent varðandi orku fyri ístaðin at satsa 100 prosent upp á orkan skal vera 100 prosent ólívrunnin, tað tey rópa fossilfrí.

- Sjálvt Greta Thunberg hevur ásannað, at kjarnorkan er neyðug fyri at megna skiftið yvir til ravmagnsorku. Tað er tað málið, vit vilja gera ein innsats fyri, segði Pourmokhtari við SVT.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2022

34 Leygardagur 22. oktober 2022

Robbie Coltrane deyður

Skotski sjónleikarin, sum er mest kendur fyri leiklutin sum Hagrid í Harry Potter-filmsrøðini og sum Valentin Zukovsky í James Bond-filmsrøðini, andaðist seinasta fríggjadag, 72 ára gamal

Robbie Coltrane gjørdist 72 ára gamal (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Skotski sjónleikarin og skemtarin, Robbie Coltrane, andaðist farna fríggjadag, 72 ára gamal.

Sjónleikarin, sum hevði borgarliga navnið Anthony Robert McMillan var best kendur fyri at hava spælt leiklutin sum lyklavørðurin Rubeus Hagrid í øllum átta Harry Potter-filmunum, sum byggja á bókarøðina hjá J.K. Rowling.

Síðan 1978 hevur Robbie Coltrane spælt við í einum hópi av filmum, sjónvarpsrøðum og sjónleikum, men hann fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í 90unum, tá hann hevði leiklutin sum fyrrverandi KGB-agenturin Valentin Dmitrovich Zukovsky í teimum báðum James Bond-filmunum "GoldenEye" og "The World Is Not Enough".

Agenturin hjá Robbie Coltrane, Belinda Wright upplýsir ikki, hvør deyðsorsøkin er, men í fráboðan hennara takkar hon starvsfólkini á einum skotskum sjúkrahúsi.

Robbie Coltrane hevði tvey børn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2022

35 Leygardagur 22. oktober 2022

Mánaðargjald verður lagt á løðistøðir

Í royndartíðini hava heimaløðistøðir til elbilar verið ókeypis, men SEV áleggur eitt fast gjald á frá 1. januar 2023

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Heimaløðistøðir til elbilar hava í eini royndartíð verið ókeypis at leiga frá SEV.

- Vit avgjørdu at lata løðistøðirnar út til leigu ókeypis í eini royndartíð fyri at tryggja, at fólk løddu bilin heima á tryggan hátt, og nú tann royndartíðin er av, verður gjaldið verksett

Hetta sigur  Jón Nielsen, deildarstjóri fyri netið hjá SEV, við sev.fo.

Frá 1. januar 2023 verður eitt fast mánaðarligt gjald sett á hesar løðistøðir. Fasta gjaldið er 89 krónur v/mvg um mánaðin, og verður goldið umvegis mánaðaruppgerðina hjá SEV.

- Íroknað fasta gjaldið fyri løðistøðirnar er haldaragjald, sim-kort, vegleiðing, tænasta, fjarstýrt viðlíkahald v.m.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2022

36 Leygardagur 22. oktober 2022

Fyribilsloysn til hita í Páls Høll funnin

Hiti kemur nú aftur í Páls Høll. Fyribils er oljufýr sett upp, men ein varandi grøn loysn skal finnast

(Mynd: Vágs kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyribils verður eitt oljufýr sett upp, sum skal hita Páls Høll - til ein varandi grøn loysn er funnin. Hetta skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.

Vanliga verða hyljarnir í Páls Høll hitaðir við avlopshita frá SEV-verkinum í Vági, men grønaorkuskiftið ger, at tað meira enn so kemur fyri, at motorarnir eru sløktir. Tí hevur Páls Høll í fleiri umførum seinastu tíðina verið stongd.

Fleiri veitarar arbeiða við at finna fram til eina varandi grøna loysn. Men felags fyri allar loysnirnar er, at tað er long veitingartíð, tí eftirspurningurin eftir hitapumpum og líkandi loysnum er sera stórur í løtuni, sigur kommunan.

Hetta hevur verið ein avbjóðing hjá Vágs kommunu, men við hjálp frá lokalum veitarum, hava vit funnið eina fyribils loysn, sum vil tryggja at øll almenn svimjing og venjingar kunnu halda á sum vanligt í Páls Høll, tá eingin hiti kemur frá SEV, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2022

37 Leygardagur 22. oktober 2022

Svensk sendikvinna hálovar sjóvarfalsorku í Føroyum

Hon heldur orkustøðina við sjóvarfalsorku í Vestmanna vera fyrimynd fyri alt tað norðurlendska samarbeiðið

Anna Lindstedt vitjaði sjóvarfalsorkustøðina hjá Minesto í Vestmanna (Mynd: Minesto)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í sambandi við eina norðurlendska ráðstevnu um havið, vitjaði svenska sendikvinnan fyri havið, Anna Lindstedt, orkustøðina hjá svensku fyritøkuni Minesto í Vestmanna nú um dagarnar.

Undir vitjanini varð gjørt greitt, hvønn týdning sjóvarfalsorka av hesum slagnum kann hava fryi  framtíðar orkuveitingina og orkumiksið og hvussu frammaliga svensk tøkni er á hesum økinum. 

[object Object]

Saman við Catarina Hedar, sum er ovasti fyri Swedish Agency for Marine and Water Management og  Water Management og Carl Rosén, stjóri í Ráðharraráðnum fyri Enterprise og Innovation, vitjaði Anna Lindstedt orkustøðina hjá Minesto í Vestmanna, har svenska fyritøkan saman við SEV ger royndir við sjóvarfalsorku á orkustøðini Dragon 4. 

Hetta skrivar Cision PR Network við Minesto sum keldu.

- Sum sendikvinna fyri havið hava eg til uppgávu at verja heimsins høv og eggja til varandi orkuframleiðslu í høvunum. Høvini líða í hesi tíð undir avleiðingunum frá verðurlagsbroytingunum, men høvini kunnu eisini vera loysnin til veðurlagsbroytingarnar. Hetta við serstøkumatliti til grøna orku, har vit hava møguleika at framleiða 40 ferðir meira orku úr høvunum enn vit gera í dag. Tí er tað sera hugaligt at síggja, at Svøríki kann stuðla uppundir og vera leiðandi innan orkutøkni til havs við tí endamáli at troyta varandi orkumøguleikarnar har, sigur Anna Lindstedt.

Martin Edlund, stjóri í Minesto sigur, at tey eru sera fegin um at bjóða áhugaðum íleggjarum og øðrum at síggja nýggjastu tøknina hjá Minesto roynda í Vestmannasundi. Ein tøkni, sum vónandi skjótt eisini kann brúkast aðrastaðni í heiminum. 

Anna Lindstedt sigur sera vera fegnan um, at ein svensk fyritøka kann vera við til at skunda undir málið hjá føroyingum at sleppa undan at brúka fossil brennisevni innan 2030. Hetta er ein fyrimynd fyri alt tað norðurlendska samarbeiðið sigur hon.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2022

38 Leygardagur 22. oktober 2022

Dronuótti nærhendis olju- og gassstøðir í Noregi

Seinastu dagarnar eru nógvar dronur sæddar nærhendis norskar olju- og gassinstallatiónir eins og við floghavnina í Bergen

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Síðani herverkið móti gassleiðingum í Eystrasalti hava norskir myndugleikar nú í eina tíð sæð fleiri ókendar dronur nærhendis olju- og gassstøðir ymsa staðni í Noregi og her serstakliga til havs.

Í vikuni var drona skrásett nærhendis floghavnina í Bergen og varð alt flogvirksemið steðgað í fleiri tímar.

[object Object]

Norska løgreglan eins og trygdartænastan fylgja væl við, hvat hendir á økinum, og í gjár var ein russiskur borgari handtikin í Norðurnoregi fyri ólógliga at hava flogið við dronu á Svalbard. 

Norskir myndugleikar bera ótta fyri, at fremmand stjórn stendur aftanfyri mongu dronuflúgvingarnar og halda, at tær kunnu hava til endamál í fyrsta lagi at skapa ótta í Norra, nú landið veitir stóran partin av gassinum til Evropa, og í øðrum lagi hava í umbúnað at endurtaka álopið á gassleiðingar í Eystrasalti.

Nú gassveitingarnar úr Russlandi eru nærum heilt steðgaðar upp til Evropa hevur norska gassið fingið alstóran týdning fyri stóra evropeiska marknaðinum. Gitt verður at Putin forseti  bara bíðar eftir rætta høvinum at fremja sabotasju móti norska orkuinfrakervinum bæði á landi og til havs. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2022

39 Leygardagur 22. oktober 2022

Grønlendska oljuævintýrið skjótt søga

Nú er ætlanin at taka av almenna oljufelagið Nunaoil eitt ár eftir, at landsstýrið í Grønlandi gjørdi av at gevast við allari framtíðar leiting eftir kolvetnum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Almenna grønlendska oljufelagið, Nunaoil, verður nú eftir øllum at døma tikið av. Ætlanin er at samtykkja  uppskot, sum longu er lagt fram og viðgjørt í grønlendska lóggevandi tinginum um at taka av oljufelagið í núverandi líki, sum hevur verið partur av oljuleitingini í Grønlandi frá byrjan. Henda var sera virkin í árunum frá 2000 til 2014, tá meira enn 20 loyvi vórðu latin eitt skifti og fleiri brunnar vórðu boraðir. 

Tað var eitt krav frá grønlendsku myndugleikunum, tá teir lótu útlendskum oljufeløgum loyvi at leita eftir kolvetnum í grønlendsku undirgrundini, at Nunaoil, sum grønlendski staturin átti, skuldi hava lut í øllum loyvum.

Verður uppskotið um at niðurleggja Nunaoil samtykt er tað samtíðis endabresturin í grønlendska oljuævintýrinum. Grønlendskir politikarar halda onga orsøk vera til at varðveita eitt grønlendskt oljufelag, nú avgerð varð tikin 24. juni í fjør heilt at gevast við oljuleiting. Harvið vildi Grønland eisini fylgja teimum londum, eitt nú Danmark, um at fara burtur frá kolvetnum í sambandi við grøna orkuskiftið.  

Grundgevingin fyri at gevast við allari oljuleiting varð, at myndugleikarnir vilja tryggja náttúruna, veiðu- og fiskivinnu og heldur byggja framtíðina á varandi orkukeldur sum er í samsvar við Paríssáttmálan. 

Grønlendskir politikarar halda tað vera rættari at brúka orkuna uppá at finna og troyta tey mongu mineralini, sum eru í Grønlandi. Tað er so eisini ein sannroynd, at øll feløgini, sum fyrr vóru við í leitingini, hava tikið seg aftur skrivar KNR. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2022

40 Leygardagur 22. oktober 2022

Týskland gevst ikki við kjarnorku á hesum sinni

Týski ríkiskanslarin, Olaf Scholz, hevur avgjørt ikki at lata tey seinastu trý kjarnorkuverkini í Týsklandi aftur, sum varð ætlanin. Tey skulu halda fram við framleiðsluni til apríl næsta ár sigur hann

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Evropa er meint rakt av verandi orkukreppu, sum er íkomin av russisku innrásini í Ukraina. Hetta hevur fingið týsku stjórnina til at draga í land aftur og loyva trimum kjarnorkuverkum, sum annars skuldu niðurleggjast, til at halda fram við framleiðsluni.

Scholz sigur, at hetta er neyðugt fyri at nøkta eftirspurningin eftir orku. Týskland hevur annars gingið á odda við at gevast við kjarnorku. Landið stongdi helvtina av kjarnorkuverkunum í desember í fjør. Tey trý seinastu verkini skuldu stongja innan árslok í ár, men tað verður nú av ongum skrivar E24.

Tað er andstøðan í Týsklandi, sum  hevur kravt, at tey trý kjarnorkuverkini halda fram av ótta fyri orkumanguli í kjalarvørrinum á krígnum í Ukraina. Tey trý orkuverkini standa fyri 5 prosentum av streymframleiðsluni í Týsklandi.

Stjórnarflokkarnir í Týsklandi eru ójavnir á máli um kjarnorkuframtíðina. Nú eru teir so samdir um at halda fram til apríl við trimum av verkunum. Men í almenna kjakinum eru tað fleiri, sum halda, at eisini tey trý kjarnorkuverkini, sum longu eru vorðin stongd, skulu lata uppaftur. Hetta letur sera væl gera tøkniliga sæð skilst.

Herfyri lat Týskland uppaftur fleiri kolaorkuverk fyri at bøta um orkustøðuna í landinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2022

41 Leygardagur 22. oktober 2022

Eysturríkarar vóru kaldari – vunnu við tveimum málum

Ungu landsliðsleikararnir spældu ein frálíkan dyst, men tað var tíverri ikki nóg mikið til sigur

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eysturríksku hondbóltsstjørnurnar vóru kaldari, tá á stóð. Skoraðu upp á sínar kjansir, og dugdu væl at finna holini í føroysku verjuni.

Hóast unga føroyska hondbóltslandsliðið spældi ein frálíkan dyst á heimavøllinum á Hálsi sunnukvøldið, so var tað ikki nóg mikið til stig. Úrslitið av dystinum gjørdist 30-28. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 14-14.

Vit vóru fleiri, sum hildu, at Eysturríki var í trupulleikum, tá teir tíðliga í seinna hálvleiki fingu fleiri útvísingar, og at ein av góðu spælarunum enntá fekk reyða kortið.

Men onkursvegna høvdu teir reyðu tamarhald á dystinum alla tíðina.

[object Object]Óli Mittún skorar eitt av sínum sjey málum (Mynd: Sverri Egholm)

Ikki tí - spenningurin var stórur til tíðir. Við stórspæli frá 17 ára gamla Óla Mittún og Paula Jacobsen í málinum, leikaði spælið javnt á tað mesta av øðrum hálvleiki.

Hvørja ferð Føroyar komu upp á javnt, eydnaðist tað eysturríkarum at koma framum aftur.

Hóast vit taptu, var ósigurin als einki at skammast yvir. Talan var um ein framúr dyst. Við eitt sindur meira neyvleika framman fyri málið, og eitt sindur minni panikkspæli, tá tað leikaði harðast á, so kundu Føroyar staðið seg móti eysturríkarunum.

Og sjálvandi kann mann ikki lata vera við at grunda yvir, hvussu úrslitið hevði verið, um Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði verið førur fyri at spæla við hesar báðar dystirnar. Vit vita, at hann er maðurin, ið kann avgera dystir, og sjálvandi kunnu vit til æviga tíð kjakast um, hvussu úrslitini høvdu verið, um hann hevði verið við.

Vónandi 8. og 11 mars, tá vit skulu spæla tveir dystir móti Rumenia.

Føroysku málini:
Óli Mittún 7
Hákun W. av Teigum 5
Theis H. Rasmussen 4
Leivur Mortensen 4
Tróndur Mikkelsen 3
Vilhelm Poulsen 3
Helgi H. Hoydal 1
Pauli Mittún 1

[object Object]Pauli Jacobsen

[object Object]Hákun West av Teigum

[object Object]Tróndur Mikkelsen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2022

42 Leygardagur 22. oktober 2022

Sannførandi hjá H71

Kvinnurnar hjá H71 vunnu samanlagt 59-43 í Eysturríki móti SC Ferlach í European Cup, og er víðari í kappingini

Mynd: H71
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gjørdist eitt sannførandi avrik hjá H71 í Eysturríki um vikuskiftið. Fyrra dystin farna fríggjadag vann H71 við sjey málum, og leygarkvøldið vunnu hoyvíkskvinnur við níggju málum.

Sostatt vann H71 tilsamans 59-43, og er víðari í EHF European Cup.

Fjáltur var á hoyvíkskvinnum í byrjanini av dystinum, men síðani komu hoyvíkskvinnur fyri seg og løgdu seg trygt á odda.

H71 hevur gjørt tað gott í altjóða hondbólti. Í fjør megnaðu hoyvíkskvinnur at koma heilt í fjórðingsfinaluna, men vandin fyri kríggi steðgaði evropeiska ævintýrinum tá.

SC Ferlach - H71 20-29 (9-15)
Samanlagt 43-59

Í vikuni greitt, at mótstøðuliðið í komandi umfari av EHF European Cup verður kekkiska liðið, Slavia Prag.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2022

43 Leygardagur 22. oktober 2022

StÍF fekk sín fyrsta sigur

Tað gjørdu mennininir av vestara armi á Skálafjørðinum við stórum heimasigri á Neistanum í mikukvøldið

Bjarni í Selvindi gjørdist toppskjútti hjá StÍF við sjey málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

StÍF tók mikukvøldið móti Neistanum í høllini á Skála. Talan var um dyst nummar fýra í hesum kappingarárinum

Undan dystinum hevði StÍF eitt stig. Liðið byrjaði kappingarárið við fýra-máls tapið í Klaksvík, spældi síðani javnleiki móti føroyameistarunum á heimavølli, og í triðja dystinum rakk tað akkurat ikki til stig móti oddaliðnum VÍF, ið vann við einum málið á Skála.

Tað gjørdist skjótt greitt, at hetta fór at verða eitt tungt kvøld hjá Neistanum, sum eftir fýra minuttir var aftanfyri 5-0. Teir í bláum komu síðani betri inn í dystin við trimum málum á rað, men tá tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki var StÍF á odda við seks málum, og 

Hetta gjørdist ongantíð ein dystur, har spenningur var um, hvar stigini skuldu fara. StÍF hevði heldur ikki trupulleikar við at skora í seinna hálvleiki, og vann dystiin 39-28. Talan er um størsta sigur í Burn-deildini í ár, og hetta er tann fyrsti hjá strandingum og skálamonnum. Tveir íslendskir leikarar eru eisini á liðnum í ár - teir gjørdu samanlagt ellivu mál - og ein danskur málverji.

Neistin byrjaði kappingarárið við sigri í grannauppgerð móti Kyndli men hevur síðani tapt greitt móti H71 og KÍF og nú stórt móti StÍF. Talan er í stóran mun um eitt lið við lutfalsliga óroyndum leikarum í bestu deildini.

4. umfar í Burn-deildini
Mikudagin 19.10 í høllini á Skála

StÍF - Neistin 39-28
Toppskjúttar: Bjarni í Selvindi (StÍF) og Hanus Árason (Neistin) 7 mál

Støðan í Burn deildini:
VÍF 10 stig
KIF 6 stig
H71 5 stig
StÍF 3 stig
Neistin 2 stig
Kyndil 2 stig
Team Klaksvík 2 stig
VÍF og Kyndil hava spælt fimm dystir, hini hava spælt fýra

Ongir dystir verða hetta vikuskiftið, tí nú eru fyrstu dystirnir í Faxe Kondi steypakappingini á skránni


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2022

44 Leygardagur 22. oktober 2022

Niðurflyting veruleiki í Runavík: B68 yvirlivir

NSÍ flytir niður í næstbestu deildina samstundis sum toftamenn tryggjaðu sær Betri deildarfótbólt eitt ár afturat. Tað varð fagnað sum um FM var komið í hús

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir 3-2 tapið á B68 sunnudagin er greitt, at NSÍ er flutt niður í 1. deild.

Eisini hava toftamenn tryggjað sær eitt ár afturat í bestu deildini, og tað varð fagnað við manér av reyða pantaranum og øllum B68-leikarunum.

Tað vóru runavíkingar, sum løgdu seg á odda eftir ein hálvan tíma við máli, sum Jørgen Nielsen skjeyt, men áðrenn hálvleik, høvdu Bucabacar Dabo og Bárður Jensen lagt B68 framum 2-1.

Tíðliga í øðrum hálvleiki økti Mohamed Samba til 3-1, og eftir hetta var tað greitt, at runavíkingar ikki megnaðu at javna og varðveita vónina um at halda seg í deildini.

Málið til 2-3 skjeyt Klæmint Olsen langt inni í yvirtíðini.

Sverri Egholm tók myndirnar:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Úrslit sunnudagin:

NSÍ - B68 2-3 (1-2)
29' 1-0 Jørgen Nielsen
33' 1-1 Boubacar Dabo
41' 1-2 Bárður Jensen
49' 1-3 Mohamed Samba
92' 2-3 Klæming Olsen

Skála - 07Vestur 3-3 (1-2)
13' 0-1 Jasper van der Heyden
40' 1-1 Uros Stojanov
41' 1-2 Ronni Møller-Iversen
53' 2-2 Uros Stojanov
56' 3-2 Jan Hansen (br.)
70' 3-3 Janus Samuelsen

AB - Víkingur 0-0

EB/Streymur - KÍ 0-6 (0-4)
13' 0-1 Sjálvmál
16' 0-2 Jóannes Bjartalíð
20' 0-3 Jóannes Danielsen
31' 0-4 Jóannes Bjartalíð
61' 0-5 Claes Kronberg
84' 0-6 Jonn Johannesen

B36-HB 0-3 (0-1)
28' 0-1 Stefan Radosavljevic
49' 0-2 Daniel Johansen
85' 0-3 Áki Samuelsen

Støðan eftir 26 umfør:

KÍ 74 stig (+63)
Víkingur 55 stig (+41)
HB 52 stig (+27)
B36 38 stig (+20)
EB/Streymur 35 stig (-19)
07 Vestur 28 stig (-27)
AB 28 stig (-30)
B68 27 stig (-14)
NSÍ 21 stig (-26)
Skála 10 stig (-35)

27 og seinasta umfar verður spælt í dag. Allir dystirnir byrja klokkan 15.15:
KÍ - Skála
B68 - B36
07 Vestur - AB
HB - NSÍ
Víkingur - EB/Streymur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2022

45 Leygardagur 22. oktober 2022

Klæmint kann fara um hann vil

Nú NSÍ noyðist tungu leiðina niður í 1. deild næsta ár, er sannlíkt at landsliðsleikarin og málrevurin Klæmint Andrasson Olsen fer til annað felag. NSÍ fer ikki at standa í vegin, sigur formaðurin

Klæmint Andrasson Olsen í dystinum móti B68 sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Niðurflyting er veruleiki í Runavík, og tann stóri spurningurin er nú, hvar landsliðsleikarin og trúgvi rituvíkingurin, Klæmint Andrasson Olsen, spælir næsta ár.

Dánial Hansen, formaður í NSÍ, varð spurdur um hetta í sendingini Fótbóltsprát í útvarpinum mánadagin. Hann upplýsti, at NSÍ ikki fer at standa í vegin fyri Klæminti.

- Øll sum eru góð við NSÍ eru eisini góð við Klæmint, so man fer ikki at syanda í vegin fyri einum landsliðsplássi, tað trúgvi eg ikki, segði Dánial Hansen.

[object Object]Klæmint Andrasson Olsen aftaná 3-2-tapið í gjár (Skíggjamynd: Televarpið)

Norðlýsið skrivaði mánadagin, at søgurnar í Klaksvík eru farnar at ganga um, at Klæmint Andrasson Olsen skal leggjast afturat álopsstyrkini hjá KÍ.

Hetta veit formaðurin í NSÍ tó einki um.

- Tað veit eg einki um. Eg veit at Klæmint hevur sáttmála við NSÍ komandi ár. Eg havi ikki prátað við Klæmint síðani dystin í gjár. Eg haldi, at Klæmint skal fáa tíð at hugsa seg um og gera tað sum hann ætlar sær. Hann stendur í einari turuplari støðu, nú hann sum leikari bara hevur umboðað NSÍ, segði formaðurin.

- So fyri hann, er tað øgiliga tragiskt at flyta niður við NSÍ, og hugsa um sítt landsliðspláss og sítt umdømi í felagnum. Vit sum felag lata Klæmint hugsa seg um, og so taka vit tað har frá, segði Dánial Hansen við Fótbóltsprát í útvarpinum.

Klæmint Andrasson Olsen er sannur málrevur. Hann hevur skorað 230 mál í bestu landskappingini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2022

46 Leygardagur 22. oktober 2022

HB-venjarin heldur fram

Dalibor Savic hevur longt sáttmálan við HB til og við kappingarlok 2024

Dalibor Savic (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Dalibor Savic hevur longt sáttmálan til og við kappingarlok 2024, og heldur sostatt fram sum høvuðsvenjari á besta mansliðnum hjá HB.

Avtala er eisini gjørd við Petter Skogsletten, fysiskan venjara, um at hann somuleiðis heldur fram komandi tvey árini.

- Vit fegnast um at Dali og Petter hava játtað at halda fram, og fyrireikingarnar til kappingarárið 2023 eru longu byrjaðar, sigur HB á heimasíðuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2022

47 Leygardagur 22. oktober 2022

Magnus Egilsson longt sáttmálan

B36 og Magnus Egilsson leingja samstarvið í tvey ár

(Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Magnus Egilsson, sum kom til B36 undan hesum kappingaárinum, eftir at hava roynt seg í Íslandi, verður eisini partur av B36 komandi tvey árini.

Hann hevur longt sáttmálan við árstalsfelagið í tvey ár.

- Tað hevur víst seg at vera góður fongur, sum B36 gjørdi í vetur, tá vit skrivaðu undir sáttmála við Magnus Egilsson. Magnus hevur alt árið verið fastur fúsur á vinstra bakki, og við einum hat-trick móti Borac Banja Luka slerdi hann navn sítt fast við sjey-tumma seymi, tá málini hjá honum vóru við til at venda 2-0 tapi til samlaðan sigur móti sterku bosnisku mótstøðuni, skrivar B36 á heimasíðuni.

Magnus Egilsson er annars uppvaksin í HB, og hevur spælt í fleiri ár á besta liðnum hjá teimum reyðu og svørtu. Í 2014 og í 2015 spældi hann við argjamonnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2022

48 Leygardagur 22. oktober 2022

Venjingardystir móti Kekkia og Kosovo í november

Mikudagin 16. november spæla Kekkia og Føroyar venjingardyst í Olomouc, og tríggjar dagar seinni møtast Kosovo og Føroyar í Pristina

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú er greitt, at føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla tveir venjingardystir í november mánað, sum báðir vera á útivølli.

Mikudagin 16. november spæla Kekkia og Føroyar í býnum Olomouc, sum liggur har eysturi í landinum. Harafturat er avtala eisini gjørd við fótbóltssambandið í Kosovo, at føroyska manslandsliðið spælir í Pristina leygardagin 19. november.

Í hesum føri er vert at nevna, at dysturin móti kekkum kom í lag, áðrenn lutakastið til komandi EM-undankapping, sum verður næsta ár, og har Føroyar og Kekkia eru í sama bólki.

Á seinasta styrkislista hjá FIFA er Kekkia nummar 35 í heiminum, meðan landsliðið hjá Kosovo er á 107. plássi av teimum 211 londunum, sum eru limir í altjóða fótbóltssamgonguni. Føroyar eru í løtuni nummar 122 á listanum.

Føroyar hava fýra ferðir áður spælt móti Kekkia, og tríggjar ferðir hava vit møtt Kosovo. Til stuttleika kann nevnast, at fyrsti altjóða skrásetti A-landsdysturin hjá Kosovo var móti júst Føroyum; tann 3. juni í 2016.

Hópurin til nevndu landsdystir verður kunngjørdur á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 31. oktober.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2022

49 Leygardagur 22. oktober 2022

KÍ vann FM í U21

KÍ U21 vann spennandi FM-finaluna móti NSÍ mánakvøldið og tryggjaði sær gullið

(Mynd: Eyðbjørn Jacobsen / KÍ)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fimm lið hava í ár kappast í U21 a-bólkinum um FM, og nú kappingin er liðug, er tað KÍ, sum stendur eftir sum vinnari.

Undan síðsta leikumfari var NSÍ á odda í kappingini við 17 stigum, og KÍ var á øðrum plássi við 15 stigum.

Tí var lagt upp til eina sanna FM-finalu, tá NSÍ tók ímóti KÍ við Løkin. 

Dysturin endaði við 1-0 sigri til KÍ. Málið skoraði Símun Kalsø í seinna hálvleiki. Við hesum sigrinum tryggaði KÍ sær Føroyameistaraheitið á ársins seinasta leikdegi, skrivar KÍ á heimasíðuni.

Venjari hjá U21 er Regin Høgnesen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2022

50 Leygardagur 22. oktober 2022

Sannførandi Skála-sigur í finaluni

Anna Katrina Poulsen, Bjørk Mariusardóttir og Sara Benjaminsen stóðu fyri málunum, tá Skála mikukvøldið vann 3-0 á KÍ í steypafinaluni fyri Gentur U13

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikukvøldið var finalan í steypakappingini fyri Gentur U13 á skránni, og Skála, sum farna vikuskiftið vann føroyameistaraheitið, lat ongan iva vera um, hvønn veg sigurin í finaluni skuldi fara, har KÍ var mótstøðuliðið.

Úrslitið gjørdist 3-0 til skálagenturnar, sum skoraðu øll málini áðrenn steðgin. Anna Katrina Poulsen legði Skála á odda 1-0 tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, og so gekk skjótt. Bjørk Mariusardóttir økti um leiðsluna fýra minuttir seinni, og bara tveir minuttir eftir tað, skoraði Sara Benjaminsen til 3-0 við beinleiðis frísparki.

Í seinna hálvleiki royndi KÍ at leggja trýst á skálaverjuna, og tær kongabláu koma eisini fram til onkrar góðar støður. Men verjan hjá appelsingulu skálagentunum stóð væl, samstundis sum málverjin, Anna Mikkelsen var á røttum stað, tá boð vóru eftir henni.

Aftaná dystin var Sara Benjaminsen hjá Skála kosin til dagsins spælara.

Fimm av átta steypafinalum í ár eru nú spældar. HB hevur vunnið tvær (U21 og Dreingir U15), meðan B36 (Dreingir U17), Víkingur (Dreingir U13) og Skála (Gentur U13) hava vunnið hvør sína finalu.

Í gjárkvøldið (frígggjadagin 21. oktober) varð finalan um Eilif Arge steypið, sum er steypakappingin fyri gentur U16, og leygardagin 29. oktober verða finalurnar hjá kvinnum og monnum. Klokkan 15 spæla KÍ og HB finaluna í steypakappingini hjá kvinnum, og klokkan 19 fara KÍ og Víkingur á vøllin at dystast um Løgmanssteypið.

[object Object]
(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2022

51 Leygardagur 22. oktober 2022

Karim Benzema vann Ballon d’Or

Vann framman fyri Sadio Mane og Kevin de Bruyne. Alexia Putelas kosin besti kvinnuligi fótbóltsspælari

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Franski áleyparin, Karim Benzema, varð mánadagin kosin besti fótbóltsspælari í Evropa. Tað hendi tá Benzema fekk hin gylta fótbóltin, Ballon d’Or, á einum hátíðarhaldi í Paris.

Karim Benzema vann heiðurin framman fyri Sadio Mane úr Senegal og Kevin de Bruyne úr Belgia, sum gjørdist nummar trý.

Tað er franski ítróttamiðilin, France Football, sum á hvørjum ári kjósar ársins besta fótbóltsspælara. Journalistar frá teimum hundrað bestu londinum á fótbóltsstyrkilistanum eru við í atkvøðugreiðsluni, har tey geva trý, tvey ella eitt stig til tríggjar leikarar. Heiðurslønin verður givin fyri avrik í undanfarna kappingarári.

34 ára gamli Karim Benzema hevur síðan 2009 spælt við spanska stórfelagnum, Real Madrid og hevur blómað, síðan Cristiano Ronaldo, gavst í felagnum fyri fýra árum síðani.

Alexia Putellas, FC Barcelona, varð kosin besti kvinnuligi leikari, Gavi hjá Barcelona mest gávuríki ungi leikari, Thibaut Courtois, Real Madrid, besti málmaður, Robert Lewandowski, Bayern München, nú Barcelona, besti áleypari og Manchester City, besta felag. 

[object Object]Karim Benzema og Zinedine Zidane (Mynd: EPA)

[object Object]
Alexia Putellas, her saman við ukrainska Andrij Sjevtjenko (Mynd: EPA)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2022

52 Leygardagur 22. oktober 2022

U17: Vunnu á Danmark í dystinum um fimta plássið

Neyðugt varð við fimm settum í Ikast, har talan gjørdist um ein heilt spennandi dyst, og har føroysku genturnar at enda vóru omaná

Stórur føroyskur fagnaður eftir sigurin á vertunum í maraton-dystin (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroysku U17-genturnar í flogbólti vunnu í vikuni 3-2 á donsku vertunum í dystinum um 5. plássið í NEVZA-kappingina - einum dysti sum tók næstan tveir og ein hálvan tíma.

Flogbóltssamband Føroya skrivar, at talan veruliga var um ein gysara allan vegin, og tað vísa settúrslitini eisini: 

Føroyar vunnu við trimum í fyrsta setti, í setti nummar tvey vunnu bæði liðini yvir 30 bóltar - har Danmark at enda var omaná - tær føroysku vunnu síðani trygt triðja sett, men við eykabólti í 4. setti tryggjaði Danmark, at talan gjørdist um fimm-settara.

- Tá tað galt, so var sligið við saft og kraft, og viðhvørt við snildi, og tað gjørdi, at Føroyar vunnu javnbrótaran 15-12.

Soleiðis skrivar FBF um avgerandi og spennandi setti, ið tryggjaði Føroyum 5. plássi í kappingini, ið byrjaði mánadagin.

Danmark-Føroyar 2-3 (22-25, 33-31, 18-25, 26-24, 12-15)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2022

53 Leygardagur 22. oktober 2022

Føroyingur vann EM í gokart fyri deyv

Føroyski Ian Andersen vann evropaheitið í go-kart fyri deyv, sum fór fram í Kekkia um hálvan september

(Mynd: Deyvafelag Føroya)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyski Ian Andersen vann herfyri evropaheitið í go-kart fyri deyv. Kappingin fór fram í Kekkia um hálvan september. Ian Andersen er sonur tónleikaran, Judi Andersen og Frank Andersen, og bróðursonur ein kendan tónleikara, nevniliga Óla Poulsen.

Evropakappingin í gokart fyri deyv verður mett sum ein lutfalsliga stór kalpping á høgum stigi.

Seinast Ian Andersen var við í EM-kappingini, var í 2012. Síðan hevur hann hildið ein steðg í nøkur ár, men í 2016 var hann við í eini gokart kapping á danska landsliðnum. Tann kappingin var í Fraklandi, og tá gekst teimum væl.

Í kappingini í Kekkia í september gekst heilt væl. Ian vann “pole position” og øll heatini, og fekk flest stig fram ímóti finaluni.

Sagt verður, at at nakað av fjáltri var á Iani, áðrenn finaluna, tí tað regnaði, og hann metti seg ikki vera sterkan at koyra í vátlendi. 

Men Ian Andersen tók øll á bóli, tí hann var 2,3 sekund skjótari hvørt umfar. Úrslitið varð, at hálvføroyingurin vann kappingina, og kann nú kalla seg evropameistara í gokart fyri deyv - EDKC 2022.

Ian Andersen sigur sjálvur, at hann hevði ikki tær villu vónirnar, áðrenn kappingina, men var jaliga bilsin. 

- Alt set-uppið var broytt, og “barrin” var hækkað nógv, til dømis varð VAR brúkt, og tað er nýtt, sigur Ian.

Sjálvur sigur hann seg gera onkrar smærri feilir í kappingini, men tað væntar hann at bøta um til næstu kappingina.

- Vit fingu tíverri ikki vant á bananum stórvegis, áðrenn kappingin byrjaði.  Tað merkti, at vit noyddust at nýta 10 teir fyrstu minuttirnar at læra banan at kenna, til dømis hellingar, kurvar og so framvegis. Men tað verður alt rættað til kappingina í næsta ár, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2022

54 Leygardagur 22. oktober 2022

Norðurlendsk special olympisk fimleikakapping í Havn

Í dag verður norðurlendsk special olympisk fimleikakapping í Badmintonhøllini í Havn. Parasport Føroyar og fimleikafelagið Ljósið skipa fyri

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag, leygardagin 22. oktobur, verður norðurlendsk special olympisk fimleikakapping í Badmintonhøllini í Havn.

Tað eru Parasport Føroyar og fimleikafelagið Ljósið, sum skipa fyri kappingini.

Luttakarar í kappingini koma úr Íslandi, Danmark, Noregi og Føroyum. Klokkan 11.45 verður setanarhald, og sjálv kappingin verður frá klokkan 12 til umleið klokkan 15.

Endamálið við kappingini, er at geva føroysku fimleikarunum, Loppunum, møguleika at kappast á heimagólvi, at menna samstarvið ímillum fimleikaumhvørvini í norðurlondum, og at vísa á møguleikan hjá fólki við menningartarni at gera fimleik.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2022

55 Leygardagur 22. oktober 2022

Tvey boksiheiðursmerki heim við úr Hillerød

David Kunoy vann silvur og Teitur Annand gullheiðursmerki á HSK Box Cup um vikuskiftið

David Kunoy og Teitur Annand við silvur og gull heiðursmerki
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Boksararnir, sum farna vikuskiftið luttóku í stóru boksistevnuni í Hillerød, HSK Box Cup, komu heimaftur, lastaðir við tveimum heiðursmerkjum. Einum úr gulli og einum úr silvuri.

Teitur Annand vann gull í kappingini, mneðan David Kunoy vann silvur.

David Kunoy vann í innleiðandi dysti við dómaraatkvøðunum 3-2 móti einum tveir metra høgum boksara úr Nyborg í Danmark.

Í finaluni boksaði hann móti svianum Gvidas Smailys frá Helsingborg Boxningsklubb, sum var ov sterkur fyri føroyingin. Sviin vann við dómaraatkvøðunum 4-1. David boksar í lættmillumvekt (t.e. 67 til 71 kilo) fyri U19 boksarar.

Teitur Annand er eisini U19 boksari, og er í bólkinum lættvekt, ið er 57 til 60 kilo.

Hann kom í finaluna, har mótstøðan var ein lokalur boksari, Jakob Jønsson úr Hillerød Sportsklub, sum hevði boksað tíggju dystir frammanundan, meðan Teitur einans hevði boksað tríggjar veruligar dystir áðrenn hann hesaferð kom beinleiðis í finaluna.

Ungi føroyingurin stegaði sínum mótstøðumanni tá tveir minuttir vóru farnir av øðrum umfari. Tá hevði dómarin talt tríggjar ferðir yvir danan, og Teitur kundi kjósast sum vinnari og fekk gullheiðursmerki um hálsin.

Jonathan Malaikev, sum boksar í lættweltervekt – tað er 60 til 63,5 kilo – megnaði ikki at boksa seg í finaluna í sínum bólki. Í hálvfinaluni hitti hann sterka íslendingin Sindra Snorrason úr Hnefaleikafélag Reykjavíkur. Sindri vann við øllum dómaraatkvøðunum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2022

56 Leygardagur 22. oktober 2022

Kappróðrarfeløgini í Havn betri umstøður í Álakeri

Leigusáttmálar eru undirskrivaðir við Havnar Róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørr um grundøki til nýggj neyst við nýggju bátahavnina

(Mynd: Jens Kr. Vang / Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tórshavnar kommuna hevur skrivað undir leigusáttmálar við Havnar Róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørr, um grundøki til nýggj róðrarneyst við nýggju bátahavnina í Álakeri, sum nú er komin væl áleiðis.

Grundøkini verða 600 fermetrar hvørt, og verða staðsett oman móti sjóvarmálanum, niðanfyri gamla róðrarneystið hjá Havnar Róðrarfelag.

Umframt at róðrarfeløgini kunnu byggja nýggj neyst og felagshøli, er ein nýggjur bátadráttur til róðrarbátarnar eisini gjørdur í bátahavnini. Hesin dráttur er ein sonevndur flótidráttur, sum fer at gera tað munandi lættari at flota og draga bátarnar enn áður.

Í vikuni varð bátahavnin í Álakeri tikin formliga í nýtslu við lítlum hátíðarhaldi, har ið nýggju og betraðu umstøðurnar hjá róðrarfeløgunum báðum eisini vórða royndar í verki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2022