Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 05. november 2022 | Nr. 45 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Róland í Skorini fingið franska heiðursteknið akademisku pálmarnar

SíÐa 11

1 Leygardagur 05. november 2022

Góðan lesihug og gott vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Valspenningurin heldur fram

Stríðið er av. Veljarin hevur hevur sagt sín dóm – afturval til sambandið og javnaðin.

Tað var væntað, at Sjúrður Skaale og Javnaðarflokkurin fóru at fáa eitt gott val, men kanska ikki so gott. Spenningurin var størstur um, hvør skal umboða Sambandsflokkin ístaðin fyri Edmund Joensen, ið hevur tikið sær av hesi uppgávu í nógv ár eftirhondini.

Tí var tað sera óvæntað, at unga Anna Falkenberg ikki bara varð vald, men at hon skuldi fáa so nógvar atkvøður – tríggjar ferðir fleiri enn nummar tvey á listanum – tað hevði ongin roknað við.

Harvið fingu vit kynsliga javnvág í okkara fólkatingsumboðan. Tað er bert hent einaferð fyrr, tað var fólkatingssetuna 2001 til 2005, tá Høgni Hoydal og Lisbeth L. Petersen fyri ávikavist Tjóðveldisflokkin, sum hann æt tá, og Sambandsflokkin vórðu nývald á danating.

Við valinum av Sjúrði og Onnu fall miðalaldurin á føroysku umboðanini úr 66,5 niður á 40,5 ár, og tað má eisini sigast at vera jaligt.

Nú er bara at vóna, at føroysku fólkatingsumboðini ikki lata seg lokka til at selja seg dýrt, nú tað kanska verður biðlað til teirra frá teimum, ið ynskja at sleppa at stýra Danmark komandi fýra árini.

Tí tað er semja í Føroyum um, at føroysku fólkatingslimirnir ikki skulu blanda seg í danskan politikk, og tað gera tey, um tey fáa avgerðina um, hvørt komandi danska forsætisráðkvinnan ella -harrin verður  reyð ella bláur.

Tí danska parlamentið er eitt annarligt – eitt sekundert – ting í føroyska fólkaræðinum uttan stórvegis týdning á gerandisdagin hjá teimum, ið velja føroysku umboðini á fólkating.

Spenningurin er tí longu vendur aftur til heimliga politikkin, har val stendur fyri durðum. Til komandi hundadagar verður valstríð í seinasta lagið, men tað kann gott koma fyrr – kanska longu fyri ársskiftið.

Tjóðveldi roynir at savna meiriluta fyri einum misáliti á landsstýrismannin við uttanríkis- og mentamálum fyri hansara útsøgnir mótvegis samkyndum politikarum og teirra rætt til at setast í leiðandi størv. Tann eini sambandsmaðurin, sum hevur meldað seg úr samgonguni sigur seg taka undir við andstøðuni. Ein samlaður Javnaðarflokkur ger tað helst eisini. Men umboðið hjá Sjálvstýrið, hvørs høvuðsmál er, sigst, at halda javnaðin uttan fyri alla ávirkan, ger tað neyvan.

So har vantar enn ein atkvøða í at fáa kvalifiseraðan meiriluta fyri misálitunum. Man nakar fólkafloksmaður kenna seg stoyttan av útsøgnum Jenisar móti formanninum í bróðurflokkinum í Danmark? Neyvan. Av teirri einfaldu orsøk, at flokkurin ikki tolir eitt val nú so stutt eftir eyðmýkingina á fólkatingsvalinum. Man nakar sambandstinglimur afturat Dahl’inum gera tað? Kanska. Sambandsflokkurin hevur viðrák í løtuni, um fólkatingsvalið er fráboðan. Spenningur er í luftini.

Við hóttanum um misálit skulu flokkarnir eisini vera til reiðar við sínum valevnum til løgtingsvalið.

Hvat ger Fólkaflokkurin, til dømis? Fleiri ung fólk og fleiri konufólk skulu til at bjarga flokkinum, er sagt. Standa tey útihýstu til fólkatingsvalið til reiðar at sleppa við á listan nú?

Hvat ger Sambandsflokkurin? Eftir eitt gott fólkatingsval í 2019 upplivdi flokkurin ein lemjandi ósigur á løgtingsvalinum fáa vikur seinni. Er tað so, at sambandsatkvøður til fólkatingið í veruleikanum ikki eru sambandsatkvøður, tá tað veruliga geldur – til løgtingsval? Fólkatingsvalið prógvaði, at sambandsveljarar eru til reiðar at loyva ungum fólki og kvinnum framat. Men kvinnan, sum megnaði tað hevur lovað, at hon ikki stillar upp til løgtingsvalið. Men verður tað ikki kravt av henni, at hon ger tað? Tí so kann Dahl’urin sendast í útlegd ístaðin fyri, so órógvar hann ikki meira í tingbólkinum.

Og hvat ger Tjóðveldi, sum ikki megnar at fáa fleiri enn tey somu at taka undir við teirra hugsjón? Valstríðið til fólkatingið varð brúkt til at sannføra egnar veljarar um at fara á val heldur enn at sannføra onnur at taka undir við teirra visjónum.

Hjá Javnaðarflokkinum sær út til at standa væl til. Flokkurin fekk enn eina álitisváttan til fólkatingsvalið, hóast hann varð sligin av Falkenberg í endaspurtinum. Helst fer tað ikki at halda til eitt løgtingsval, serliga um Falkenberg ikki verður at kappast við.

Jú, nógvar eru spekulasjónirnar og tær halda fram líka til valið er útskrivað. Best hevði verið, at fingið tað yvirstaðið sum skjótast... 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3518

    Lisnar síður: 14221

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 05. november 2022

Løgtingið og fíggjarnevndin í gongd aftur

Tað hevur darvað arbeiðið í tinginum, at valstríð hevur verið til fólkatingið í oktobur. Arbeiðið í Løgtinginum og Løgtingsins fíggjarnevnd hevur stórt sæð ligið stilt, meðan valstríðið hevur staðið upp á. Nú, ið tað er farið afturum, er løgtingsarbeiðið tikið uppaftur, og fíggjarnevndin fer nú í gongd aftur við fíggjarlógararbeiðið

Løgtingsarbeiðið hevur meiri ella minni ligið stilt, meðan fólkatingsvalstríð hevur staðið uppá, men nú er tingið farið í gongd aftur (Mynd: Jógvan Jákupsson)
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Síðst í septembur legði Uni Rasmussen, fíggjarmálaráðharri, uppskot til fíggjarlóg fram, soleiðis sum vanligt er, og sum tað er álagt landsstýrinum í Stýrisskipanini.
Fíggjarlógin er, sum navnið sigur, ein lóg. Tað merkir m.a., at hon skal ígjøgnum somu viðgerð sum onnur lógaruppskot, áðrenn hon kann setast í gildi. Hon skal hava tríggjar tingviðgerðir og eina nevndarviðgerð.

5. og 6. oktobur var uppskotið til fíggjarlóg til fyrstu viðgerð, og tað varð beint í løgtingsins fíggjarnevnd.

Fólkatingsvalið órógvaði løgtingsarbeiðið
Orsakað av politisku viðurskiftum í Danmark varð fólkatingsval útskrivað 5. oktobur at vera 1. novembur. Fyri Føroyar varð valdagurin so ásettur at vera ein dag fyrr, fyri at val ikki skuldi vera á minningardegi teirra sjólátnu.

Valstríð kom so at merkja alla restina av oktoburmánaði. Og tað órógvaði eisini løgtingsarbeiðið nakað. Løgtingið hevði tó tvey átroðkandi mál, sum mann ikki helt kundu bíða til aftan á fólkatingsvalið.

19. oktobur hevði løgtingið heilar tríggjar fundir, har mann skundaði sær at viðgera tvey lógaruppskot; eitt um oljuískoyti til húski í 2022, og eitt um eykajáttan fyri oktobur 2022. Trivnaðarnevndin og Fíggjarnevndin gjørdu eisini álit sama dag um tey bæði málini.

Vanliga eru tær ymsu tingviðgerðirnar og nevndarviðgerðirnar ymsar dagar, og mann mátti víkja frá tíðarfreistunum í tingskipanini fyri at fáa tey framd so skjótt. Skipanin er gjørd soleiðis, at tað ber til at avgreiða mál skjótt, um umstøðurnar krevja tað.

Annars hevur løgtingsarbeiðið ligið stilt, meðan valstríð hevur verið í samband við fólkatingsvalið.

Fíggjarnevndin eisini ligið still í valstríðnum
Meðan valstríð hevur staðið uppá, hevur Fíggjarnevndin havt ein formligan fund, sum varð hildin 17. oktobur. Ein røð av málum vóru á skrá, men bara tvey vórðu viðgjørd sambært gerðabókini. Eitt var eykajáttanin fyri oktobur 2022, sum er nevnd omanfyri.

Hitt var fíggjarlógaruppskotið fyri 2022. Nevndin valdi at býta greinirnar sínamillum at gera viðmerkingar til.

Greinir 1 og 2, Løgting og Løgmansfyrisiting, fóru til Erhard Joensen, formann, sum umboðar Sambandsflokkin.

Grein 3, Fíggjarmál, fóru til Páll á Reynatúgvu í Tjoðveldi.

Grein 5, Fiskivinnumál, fóru til Ruth Vang í Framsókn.

Grein 6, Umhvørvis- og vinnumál, fóru til Bill Justinussen í Miðflokkinum.

Grein 7, Uttanríkis- og mentamál, fóru til Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum.

Grein 11, Heilsumál, fóru til Kristen Michelsen í Sjálvstýri.

Og grein 12, Almannamál, fóru til Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum.

Síðsta fíggjarlóg í hesum valskeiðnum
Fríggjadagin 4. novembur hevði Løgtingið sín fyrsta fund aftan á fólkatingsvalið, og í fíggjarnevndini er boðað frá fundi týsmorgunin 8. novembur, har m.a. fíggjarlógaruppskotið er á dagskrá.

31. august 2023 eru fýra ár liðin síðan seinasta løgtingsval. Tað er altso síðsta fíggjarlóg í hesum valskeiðnum, sum nú er til viðgerðar, t.e. um tað ikki verður nýval áðrenn.

Tað merkir so, at tað eru raðfestingarnar í komandi fíggjarlóg, sum sitandi samgonguflokkar skulu til val upp á. Tá er nokk væntandi, at politiskir flokkar og einkultir politikarar hava lyndi til at seta síni fingramerki á fíggjarlógina, og kanska eisini í størri mun enn aðrar fíggjarlógir.

M.a. hevur Búskaparráðið funnist at førda fíggjarpolitikkinum, tí at hon ikki hevur havt størri yvirskot í hákonjunkturi. Tilmælið hevur verið, at Landskassin skal hava yvirskot í góðum tíðum, soleiðis at mann hevur ráð at hava undirskot í verri tíðum, tá mann hevur brúk fyri at seta virksemi í gongd.

Uppskotið til fíggjarlóg, sum landsstýrið hevur lagt fyri tingið, hevur eitt yvirskot upp á 12,4 milliónir krónur. Hvussu úrslitið sær út, tá tað er komið út aftur úr fíggjarnevndini, og tá løgtingið er liðugt við sína viðgerð, fer bara tíðin at vísa.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2022

3 Leygardagur 05. november 2022

Afturval til Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin

Sjúrður Skaale varð afturvaldur og Anna Falkenberg nývald á Fólkating

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Longu klokkan 22.35 mánakvøldið varð úrslitið av fólkatingsvalinum greitt. Tað gjørdist afturval til Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.

Eftir at úrslitið í Havn var tastað inn gjørdist greitt, at Sambandsflokkurin fekk 8.205 atkvøður, svarandi til 30,2 prosent av atkvøðunum. Tað er ein framgongd á 1,5 prosentstig. Javnaðarflokkurin fekk 7.682 og 28,2 prosent, ein framgongd á 2,3 prosentstig.

[object Object]
Anna Falkenberg (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Sjúrður Skaale (Mynd: Jens Kr. Vang)

Harvið eru Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale vald í fólkatingið. Anna Falkenberg fekk 2.971 persónligar atkvøður og Sjúrður Skaale 3.806.

Næstflest á hesum listunum, og harvið eykafólk, eru ávikavist Johan Dahl við 784 atkvøðum og Ingilín D. Strøm við 678 persónligum atkvøðum.

Tjóðveldið fekk 4.933 atkvøður – 18,1 prosent. 0,7 prosentstig aftur.

Fólkaflokkurin fekk 4.210 atkvøður – 15,5 prosent. 8,6 prosentstig aftur

Miðflokkurin fekk 1.217 atkvøður – 4,5 prosent. Stillaði ikki uppseinast. Men náddi einum av málum sínum, nevniliga at fáa yvir túsund atkvøður, og harvið pengar úr danska statskassanum til politiska upplýsing.

Framsókn fekk 936 atkvøður – 3,4 prosent. 1 prosentstig fram (men ikki nóg mikið til at fáa part av donsku upplýsingarpengunum)

Jens Kr. Vang tók myndirnar. Fleiri myndir frá valkvøldinum síggjast her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2022

4 Leygardagur 05. november 2022

Gott val fyri kvinnurnar

Væl meira enn triðja hvør atkvøða á fólkatingsvalinum fór til kvinnuligt valevni

Kvinnurnar á sambandslistanum fingu fleiri atkvøður enn menninir í gjár. Sama var galdandi hjá Tjóðveldi og Framsókn (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fólkatingsvalið mánadagin gjørdist eitt gott val fyri kvinnuligu valevnini. Tær fingu 36,1 prosent av atkvøðunum, og tað er rættiliga nógv meiri enn tey 19,3 prosentini, sum vórðu latin kvinnum á seinasta fólkatingsvali.

Á valinum fingu teir 36 menninir, sum vórðu uppstillaðir, 57,9 prosent av atkvøðunum, meðan tær 24 kvinnurnar fingu 36,1 prosent. Tey seks prosentini, sum eru eftir, eru listaatkvøður.

Tað merkir, at menninir í miðal fingu 437 atkvøður í part, meðan kvinnurnar fingu 408.

Tað vóru kvinnurnar á tjóðveldislistanum, sum kláraðu seg lutfalsliga best. Tær fingu 59,9 prosent av atkvøðunum á tjóðveldislistanum. Á listanum hjá Framsókn stóðu kvinnurnar fyri 54,9 prosentum.

Á sambandslistanum vóru kvinnurnar eisini við yvirlutan, tí við 49 prosentum av atkvøðunum, fingu tær fleiri enn menninir, tí rættiliga nógvar atkvøður, 571 svarandi til 7 prossent vóru listaatkvøður hjá Sambandsflokkinum.

Í hinum flokkunum vóru menninir við yvirlutan.

Á javnaðarlistanum fingu kvinnurnar 22,7 prosent, á fólkaflokslistanum fingu kvinnurnar, kvinnan, 13,5 prosent og hjá Miðflokkinum fingu kvinnurnar 0% tí har var ongin kvinna.

Í 2019 fingu kvinnurnar 19,3 prosent av øllum atkvøðunum. Her var ongin listi, har tað vóru fleiri atkvøður til kvinnur enn menn. Besta úrslitið høvdu kvinnurnar hjá Framsókn, sum tá fingu 42,6 prosent og hjá Tjóðveldi, sum fingu 38,7 prosent. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2022

5

Størv

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024
6 Leygardagur 05. november 2022

Valluttøkan nakað hægri enn seinast

27.159 av teimum 38.398, ið høvdu valrætt, greiddu atkvøðu mánadagin. Hetta svarar til 71,3 prosent, ið er júst eitt prosentstig hægri enn í 2019

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í valstríðinum hevur áhugin fyri hesum fólkatingsvalinum ikki altíð tykst at verið so stórur, og ivamál hevur verið um valluttøkuna.

Tað hevur millum annað verið mett, at tað at valið ikki var ein frídag hesuferð – fyri fýra árum síðani høvdu nógv fleiri frí, tí fólkatingsvalið fall á grundlógardegnum - fór at hava ávirkan á valluttøkuna.

Í ár vóruu eisini viðurskifti sum veður og langar bíðirøðir á Hálsi nevnd sum frágreiðing uppá, hví valluttøkan møguliga fór at vera lægri enn í 2019, men tá ið talt var saman gjørdist greitt, at valluttøkan varð 71,3 prosent, ið er júst eitt prosentstig hægri, enn tað var í 2019.

38.398 fólk kring landið høvdu valrætt, og tað er eru beint yvir 1.100 fólk fleiri enn í 2019. Samanlagt 27.159 greiddu atkvøðu .

Um hugt verður eftir størsta valstaðnum, so var valluttøkan líka yvir eitt prosentstig hægri enn seinast, og á næststørsta valstaðnum, Klaksvík, var munurin eitt lítið sindur størri.

Fyri átta árum síðani var valluttøkan til fólkatingsvalið 65,5 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2022

7 Leygardagur 05. november 2022

Veljarakanningin rakti óvanliga rætt

Kanningin hjá Spyr.fo á Portalinum fyri viku síðani, lá bert 3,3 prosentstig frá endaliga úrslitinum av fólkatingsvalinum

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá Portalurin í undanfarnu viku kundi kunngera, at Sambandsflokkurin fór at vinna fólkatingsvalið framman fyri Javnaðarflokkinum, var talan um eina rættiliga neyva mynd av veruleikanum, sum hann vísti seg at vera út móti midnátt mánakvøldið.

Spyr.fo spáddi – bygt á svar frá 500 veljarum – at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fóru at fáa umboð á fólkatingi við ávikavist 29,9 og 27,3 prosentum av atkvøðunum.

Tá úrslitið var greitt mánakvøldið, høvdu hesir flokkar fingið 30,2 og 28,2 prosent, eitt frávik á 0,3 og 0,9 prosentstig. Tað má sigast at vera rættiliga væl rakt.

Tjóðveldið varð spátt at fáa 18,7 prosent – verulgikin gjørdist 18,1, 0,5 prosentstig viðsíðuna av.

Størst frávik var viðvíkjandi Fólkaflokkinum, ið varð spáddur at fáa 16,7 prosent, men fekk 15,5 prosent – eitt frávik á 1,1 prosentstig.

Eisini fyri teir smáu flokkarnar varð væl rakt, 0,2 og 0,1 prosentstig við síðurnar av.

Tilsamans var frávikið, tá tað verður talt saman 3,3 prosentstig.

[object Object]

Seinni í farnu viku gjørdi Spyr.fo enn eina kanning, hesaferð fyri Kringvarp Føroya. Tann kanningin rakti ikki líka væl. Her var samlaða frávikið 7,9 prosent har størsta eisini varð galdandi fyri Fólkaflokkin, har kanningin rakti 3,4 prosentstig við síðurnar av. Næststørsta var kanningartalið fyri Sambandsflokkin, ið var 2,9 prosentstig við síðurnar av. Fyri hinar flokkarnar lá frávikið á 0,6 prosentstig og harundir.

Verður miðal fyri tær báðar seinastu kanningarnar tikið, er talan um eitt samlað frávik á 5,5 prosentstig, harav tað størsta – fyri Fólkaflokkin – var 2,2 prosentstig.

[object Object]
Vinnararnir á valinum mánakvøldið, Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg (Mynd: Jens Kr. Vang)

Rakti persónarnar eisini

Eisini tá hugt var at teimum einstøku valevnunum, rakti Spyr.fo rætt. Nógv mundu ógvast við, tá vit í Blaðnum Vikuskifti leygardagin kundu kunngera hvørji stóðu til at vinna fólkatingsvalið. Sjúrður Skaale var ikki óvæntaður, men tað var Anna Falkenberg.

Spyr.fo metti Onnu Falkenberg at verast toppskorari á sambandslistanum við 21 prosentum. Hon fekk nógv fleiri, nevniliga 36,3 prosent. Kanningin vísti eisini, at Johan Dahl fekk næstflest og Kaj Leo Holm Johannesen triðflest, og tað helt.

Kanningin spáddi Sjúrð Skaale at gerast toppskorari á javnaðarlistanum við 44 prosentum – hann fekk næstan 50 prosent tá samanumkom. Kanningin spáddi Barbaru Apol Gaardlykke og Ingilín D. Strøm at koma næstar honum. Tað helt ikki heilt. Ingilín gjørdist nummar tvey og Barbara nummar fýra eftir Aksel V. Johannesen, tá samanum kom.

Tjóðveldisúrslitið rakti plett, Bjørt Samuelsen framman fyri Høgna Hoydal og Liljan Weihe. Kanningin spáddi Bjørt og Høgna at liggja á jøvnum.

Á fólkaflokslistanum kláraði spyr.fo ikki at spáa Jógvan á Lakjuni at fáa flestar atkvøður, men rakti annars tey trý við flest atkvøðum, nevniliga Jørgen Niclasen, Jógvan á Lakjuni og Beinir Johannesen.

Svarpanelið verður víðkað

Allan Dalsgarð, sum stendur fyri kanningunum hjá Spyr.fo hevur verið fyri ávísum kritikki, síðan hann byrjaði hetta slagið av kanningum.

Her undir fólkatingsvalstríðum hevur fyritøkan útsett fyri ágangi í Grønlandi, tí serfrøðingar har ikki vildu vita av metodunum, sum vórðu brúkt í eini veljarakanning, sum grønlendska deildin av spyr.fo gjørdi fyri grønlendska kringvarpið KNR.

Eisini í Grønlandi vísti tað seg, at kanningin ikki var heilt av leið. Aperaa.gl, sum grønlendska deildin eitur, rakti rætt tá hon spáddi, at Siumut fór at vinna framman fyri IA, men rakti tó ikki undirtøkuna eins væl og í Føroyum. Størsta frávikið var 3,2 prosentstig. Samlaða frávikið í Grønlandi var 10,0 prosentstig.

Allan Dalsgarð hevur tikið kritikkin til eftirtektar, og upplýsti í vikuni, at Spyr.fo er við at umskipa arbeiðsgongdirnar í sambandi við veljarakanningar, og ætlanin er í næstum at víðka um hvussu nógv, ið spurd vera frá núverandi 500 til upp í kanska 900, upplýsir Allan Dalsgarð.

[object Object]Allan Dalsgarð, spyr.fo (Savnsmynd)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2022

8 Leygardagur 05. november 2022

Tey reyðu vunnu í Danmark - í seinastu løtu

Í seinastu løtu kom reyði blokkurin upp á 87 tingsessir – og tað er meiriluti, um tey reyðu í Føroyum og Grønlandi verða tald við

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Donsku veljararnir – og politikararnir – máttu bíða sum á nálum líka til tey allar seinastu 0,2 prosentini – valstaðið kallað Rådmandsgade skole á Nørrebrúgv – vórðu upptald áðrenn tað kundi staðfestast, hvat úrslitið av fólkatingsvalinum gjørdist.

Tað var tann teoretiski møguleikin fyri, at reyði blokkurin kundi fara úr 86 upp á 87 tinglimir til allar seinast.

Tí við 87 limum, so kundi staðfestast, at reyði vongurin hevur varðveitt meirilutan, men tá er tað saman við atkvøðuni hjá Sjúrði Skaale og so teimum báðum “reyðu” grønlendsku fólkatingslimunum, sum vóru væntandi.

Og tað var júst tað, ið hendi. Hesin eini vunni tingsessurin hevði alt at siga. Spenningurin var so stórur, sum ongin á Christiansborg kann minnast hann fyrr.

Tað lá annars til, at Lars Løkke og Moderaterne, skuldu gera av, hvønn veg valdið skuldi koppa. Men í síðsta enda hendi tað ikki. Moderaterne fingu eitt gott val og fingu 16 fólk á fólkating.

Úrslitið av valinum gjørdist

A – Socialdemokratiet, 27,5% (+1,6) – 50 sessir (+2)
V – Venstre, 13,3% (-10,1) – 24 (-19)
M – Moderaterne, 9,3% (+9,3) – 16 (+16)
F – Socialistisk Folkeparti 8,3% (+0,6) – 15 (+1)
Æ – Danmarksdemokraterne 8,1% (+8,1) – 14 (+14)
I – Liberal Alliance 7,9% (+5,6) – 14 (+10)
C – Konservative  5,5% (-1,1) – 10 (-2)
Ø – Enhedslisten 5,2% (-1,7) – 9 (-4)
B – Radikale 3,8% (-4,8) – 7 (-9)
D – Nye Borgerlige 3,7% (+1,3) – 6 (+2)
Å – Alternativet 3,3% (+0,3) – 6 (+1)
O – Dansk Folkeparti 2,6% (-6,1) – 5 (-11)
Q – Frie Grønne 0,9% (+0,9 – 0
K – Kristdemokraterne 0,5% (-1,2) - 0

[object Object]

Í Grønlandi var afturval til Siumut við Aki-Matilda Høegh-Dam og IA við Aaja Chemnitz.

Hóast reyði blokkurin fekk meiriluta, avgjørdi Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna at biðja drotningina um at verða loyst úr embætinum sum stjórnarleiðara, tí hennara ynski er at fáa skipað nýggja stjórn.

Eftir drotningsumfar, hevur Mette Frederiksen nú fingið litið upp í hendur at finna nýggjan stjórnarmeiriluta. Tær samráðingarnar byrjaðu í gjár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2022

9 Leygardagur 05. november 2022

Føroyska Sólbjørg vald á Fólkating

Varð fyrstvald hjá Liberal Alliance í Norðurjútlandi

Sólbjørg Jakobsen (Mynd: Liberal Alliance)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verða minst tríggir føroyskir limir á fólkatingi hetta komandi valskeiði.

Dagin eftir valið í Danmark gjørdist greitt, at Sólbjørg Jakobsen úr Runavík er vald á fólkating. Hon stillaði upp fyri Liberal Alliance fyri norðurjúska valdømið. Sólbjørg fekk 4.421 persónligar atkvøður.

Liberal Alliance fekk eitt sera gott val í gjár, og fekk 16 fólkatingslimir valdar. Ein teirra er føroyingurin Sólbjørg, sum býr í Vestbjerg, beint norðan fyri Aalborg, og sum stóð á odda fyri Liberal Alliance í Norðurjútlandi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2022

10 Leygardagur 05. november 2022

Gott val hjá hálvu føroyingunum

Hálvu føroyingarnir á fólkatingi, Bjørn Brandenborg og Thomas Danielsen, fingu ávikavist góðar 11.167 og 7.568 atkvøður á valinum í gjár

Bjørn Brandenborg (Mynd av Facebook)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tríggir føroyingar vórðu valdir á fólkating í hesi vikuni. Umframt Sjúrð Skaale og Onnu Falkenberg, varð eisini Sólbjørg Jakobsen vald fyri Liberal Alliance í Norðurjútlandi.

Men støddfrøðiliga er veruliga talið av føroyingum á fólkatingi fýra. Tí teir báðir hálvu føroyingarnir á fólkatingi vórðu báðir afturvaldir.

Talan er um sosialdemokratin Bjørn Brandenborg og vinstramannin Thomas Danielsen, sum báðir hava føroyska mammu.

Bjørn Brandenborg – hann er beiggi Pernille Brandenborg, sum er føst á føroyska hondbóltslandsliðnum – fekk eitt gott val, og varð afturvaldur við 11.167 persónligum atkvøðum í stórvaldøminum fyri Fjón. Tá hann varð valdur á fólkating á fyrsta sinni í 2019 fekk hann góðar 5.000 atkvøður. Í løtuni hevur hann fingið fimtflestar atkvøður millum sosialdmokratarnar, tey fýra, sum hava fingið fleiri atkvøður enn Bjørn, eru øll ráðharrar/-kvinnur, nevniliga Mattias Tesfaye, Nicolai Wammen, Magnus Heunicke og Mette Frederiksen.

Umframt at hava føroyska mammu, so hevur Bjørn Brandenborg eisini føroyska unnustu, Beinta Kristoffersen úr Hoyvík. Tey eiga tvey børn saman. Tey búgva í Svendborg.

[object Object]Thomas Danielsen, her saman við Bárði á Steig Nielsen, løgmanni (Mynd: Sverri Egholm)

Thomas Danielsen trygt afturval eisini

Hin hálvi føroyingurin, sum fekk afturval, var tingbólkaformaðurin hjá Venstre, Thomas Danielsen, sum fekk 7.568 atkvøður í Vesturjútlandi.

Thomas Nolsøe Danielsen hevur eisini føroyska mammu. Thomas er maðurin, sum fáar dagar undan fólkatingsvalinum óvæntað kom til Føroyar fyri at geva føroysku partamonnum og -kvinnum lyfti um eitt nú nýtt fongsul.

Thomas Danielsen er 39 ára gamal og býr í Holstebro. 

--

Eftir at henda greinin stóð á Portalinum hevur lesari gjørt okkum vart við, at enn ein føroyingur av føroyskari ætt situr á fólkatingi, nevniliga vinstrakvinnan Sophie Løhde, sum fekk 12.210 persónligar atkvøður í Norðursælandi.

Sophie Løhde, sum var ráðkvinna í m.a. heilsu- og eldramálum í undanfarnu stjórn, hevur ommu av Tvøroyri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2022

11 Leygardagur 05. november 2022

Róland í Skorini fingið franska heiðursteknið akademisku pálmarnar

Róland er sostatt riddari í franska heiðurstekninum akademisku pálmarnar, sum Napoleon Bonaparte legði lunnar undir longu í 1808

Róland í Skorini her saman við abbabørnum umframt franska sendiharrranum í Danmark (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikudagin handaði franski sendiharrin í Danmark, Christophe Parisot, Rólandi í Skorini franska heiðursteknið “l’Ordre des Palmes académiques, grade chevalier”. 

Tað vil siga, at Róland er riddari í franska heiðurstekninum akademisku pálmarnar, sum Napoleon Bonaparte legði lunnar undir longu í 1808, tá hann var keisari, at heiðra undirvísarar og granskarar innan hægri lestur. Í 1955 staðfesti franski forsetin, René Coty, akademisku pálmarnar sum eitt heiðurstekin við trimum tignarstigum.

Róland í Skorini fær heiðursteknið fyri á serliga virknan hátt at hava breitt út vitan um franskt mál, franska mentan og annars ymsa vitan um Frakland alt sítt professionella lív, men eisini í øllum lívsins viðurskiftum.

Her í Føroyum kenna vit Róland sum eldhugaðan studentaskúlalærara í fronskum og religión, sum ongantíð setist aftur, tá boð eru eftir hansara servitan, antin í útvarpi, sjónvarpi, til ráðstevnur, kristiligar fundir, í tulking og skeiðsvirksemi og mongum øðrum høpum.

Róland varð føddur í 1948, tók studentsprógv í Hoydølum í 1968 og magistaraprógv í fronskum og religión í 1975 frá Århuus Univeristeti og Oslo Universiteti.

Róland er giftur við Elsu í Skorini, fødd Absalonsen, og eiga tey børnini Pól, Stefan, Heina og Mariu eins og 13 abba- og ommubørn.

Nógvar í tali eru námsferðirnar til Paris, Rennes, Fougères, Marseille og aðrastaðni, har ein fastur táttur var at vitja ein samstarvsskúla og knýta bond millum næmingar og lærarar úr Føroyum og Fraklandi. Mangar eru temaferðir Rólands til Fraklands í frítíð síni til at seta seg meira inn í samfelagið har, søgu og mentan sum heild, men ikki minst søgu Huguenottana, meira inn í holocaust í Fraklandi og nazitíðina sum heild, í onnur franskttalandi øki, t.d. eitt langt skeið um samfelag, mál, mentan og religión í franskttalandi afrikanska landinum Senegal og so framvegis.

Sum lærari og lestrarvegleiðari hevur hann eggjað øðrum til og sett nýggjar fransktlærarar við. Og seinnu árini hevur hann arbeitt við og saman við Sprotanum givið út franskt/føroyska orðabók – tann fyrsta og einasta av sínum slagi.

Og framvegis er Róland javnan at hoyra sum viðmerkjari í m.a. Kringvarpi Føroya, tá forsetaval ella parlamentsval er í Fraklandi ella onkur onnur sermerkt hending.

Netverk Rólands er tí stórt og fjølbroytt í dag, har lívlong vinabond eru knýtt og støðugt hildin viðlíka, tí hann ferðast ótarnaður frá føroyskum veruleika inn í franskan og so aftur í føroyskan í tvørfakligum, tvørmentanarligum og fleirmálsligum lættleika.

Sverri Egholm tók myndirnar. Fleiri myndir eru at síggja her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2022

12 Leygardagur 05. november 2022

Martin Zachariasen verður nýggjur rektari á Setrinum

Gongur í fótasporunum hjá pápanum, Peturi Zachariassen, sum var rektari á Setrinum frá 1987 til 1990

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú er greitt, hvør skal standa á odda fyri Fróðskaparsetri Føroya sum nýggjur rektari, tá Chik Collins leggur frá sær á nýggjárinum.

Talan er um 55-ára gamla Martin Tvede Zachariasen, sum frammanundan er atknýttur professari í teldufrøði og prorektari fyri góðsku og útbúgving á Setrinum.

Martin er fyrrverandi rektari á IT-Universitetinum í Keypmannahavn, og hetta seinasta árið hevur hann eisini stuðlað Setrinum við at skipa nýggju master-útbúgvingina í dátuvísindum, sum Náttúruvísindadeildin bjóðar út næsta lestrarár.

Útbúgvingarliga bakgrundin hjá Martini er ph.d. og dr.scient. í teldufrøði frá Universitetinum í Keypmannahavn, har hann eisini var leiðari á Teldufrøðideildini frá 2008 til 2014. Frá 2015 til 2018 var hann dekanur á Náttúruvísindadeildini á Syddansk Universiteti, til hann fór í starv á IT-Universitetinum í Keypmannahavn.

Hansara útbúgvingarleið byrjaði annars á Fróðskaparsetrinum, har hann millum tey fyrstu stóð bachelorprógv í teldufrøði í 1989, og so gongur hann eisini í fótasporunum hjá pápanum, Peturi Zachariassen, sum var rektari á Setrinum frá 1987 til 1990.

- Eg gleði meg til at taka við starvinum sum rektari fyri Fróðskaparsetur Føroya. Líka síðani eg fekk bachelorútbúgving mína her, havi eg havt eitt tætt tilknýti til Setrið, og eg havi altíð nýtt høvi til at minna føroyska samfelagið á tann stóra týdningin, sum okkara universitet hevur fyri Føroyar. Eg merki góðan og hollan politiskan stuðul til Setrið, og eg vóni, at eg gerist rektarin, sum umsíðir fær savnað Setrið – sum fremsta vitanardepil landsins - í eitt felags universitetskampus, sigur Martin Tvede Zachariasen.

Tilsamans átta umsóknir vóru til starvið sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Ein samd setanarnevnd mælti til at seta Martin Tvede Zachariasen í starvið, og eitt samt stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya gjørdi av at seta hann sum nýggjan rektara.

Martin Tvede Zachariasen tekur við starvinum sum rektari fyri Fróðskaparsetur Føroya á nýggjárinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2022

13 Leygardagur 05. november 2022

Nevndarlimur í Miðflokkinum tekur frástøðu frá orðum Jenisar

Ikki rætt at útihýsa ein ávísan bólk av fólki, sigur Rósa Tyril Gaardlykke

Rósa Tyril Gaardlykke
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Eg havi heitt á formannin um at gera greitt fyri almenninginum, at tað ikki er hetta hann ynskir, men hann noktaði – tí kenni eg meg noydda sjálv at melda út, at hatta er ikki nakað, ið allur flokkurin stendur aftanfyri.

Soleiðis skrivar Rósa Tyril Gaardlykke, limur í floksstjórn Miðfloksins, í eini skrivi, sum er sendur almenninginum.

Hon sipar til útsøgnina hjá Jenisi av Rana, floksformanni, tá hann undir valstríðnum segði í kringvarpinum, at hann ikki kundi stuðla einum persóni, sum hevur eina homoseksuella lívsførslu, at gerast forsætisráðharri í Danmark, tí tað er “í stríð við hansara grundlóg”.

“Jenis hevur sjálvandi rætt til sína meining, men eftir mínum tykki er tað eina átalu vert at siga seg ikki kunna samstarva við ein politikara orsaka av hansara privatlívi”, skrivar Rósa Gaardlykke Tyril í skrivinum, sum kann lesast í fullum líki á leinkjuni herundir.

Les á lesarin.fo: Eingin fer væl av at annar fer illa 

Eisini Trúboðin talar at

Eisini miðilin Trúboðin hjá Heimamissiónini hevur grein, sum vísir á, at landsstýrismaðurin mistók seg tá hann segði, at “...tað er í stríð ímóti tí grundlóg, sum eg persónliga havi, og sum Miðflokkurin hevur, og sum eg eisini haldi, at Føroyar hava

Talan er um ein blogg, sum Carsten Fonsdal Mikkelsen hevur skrivað. Carsten er trúboðari og eitt av redaktiónellu starvsfólkunum hjá Trúboðanum, men til júst hesa greinina verður víst á, at talan er um eitt persónligt sjónarmið.

Les á truboðin.fo: Í einum sjónarmiði mistók Jenis seg nokk 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2022

14 Leygardagur 05. november 2022

– Tað er ikki fyri at fylgja mótanum

Burðardygd hevur altíð verið ein partur av menningini av virkseminum hjá Føroya Bjór

– Tað er ikki fyri at fylgja mótanum, at Føroya Bjór ger stórar íløgur í burðardyggar loysnir, sigur Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Burðardygd hevur altíð verið ein partur av menningini av virkseminum hjá Føroya Bjór.

Tað sigur Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór.

– Tað er ikki fyri at fylgja mótanum, at Føroya Bjór ger stórar íløgur í burðardyggar loysnir. Føroya bjór ger áhaldandi íløgur fyri at menna virksemið í fyritøkuni, og burðardygd er millum fremstu raðfestingarnar á kravslistanum, tá ið vit fyrireika nýggjar íløgur, sigur hann í grein á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Nýggjasta íløgan á burðardyggu kósini er eitt spildurnýtt og framkomið anlegg, sum ger tað møguligt at endurnýta CO2 frá øl framleiðsluni til sodavatnsframleiðslu, sigur hann.

– Framyvir fer nærum einki CO2 frá øl framleiðsluni út í atmosferuna. Hetta verður nærum alt endurvunnið og brúkt til sodavatnsfram­leiðs­luna. Henda íløgan minkar ikki bara um CO2 útlátið við at endurvinna CO2 frá ølframleiðsluni. Nú sleppa við eisini undan CO2 útlátinum av at innflyta CO2 til sodavatnsframleiðsluna, greiðir stjórin frá.

Næsta stóra íløgan hjá fyritøkuni á burðardyggu leiðini verður vónandi eldrivnar dampketlar til øl og whiskey.

– Í løtuni kanna vit møguleikarnar fyri at skifta dampketlarnar til øl og whiskey framleiðsluna út til eldrivnar dampketlar. Hetta verður vónandi næsta stóra íløgan hjá Føroya Bjór á burðardyggu leiðini, men streymveitingin frá SEV kann vera ein avbjóðing, sum má loysast, áðrenn vit kunnu fremja hesa íløguna.

 – Annars arbeiða vit áhaldandi við at menna loysnir til at gagnnýta avlopshita, og allar íløgur í maskinur, amboð og onnur rakstrargøgn fylgja grøna profilinum hjá Føroya Bjór, sigur Einar Waag.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2022

15 Leygardagur 05. november 2022

Nýtt gistingarhús byggjast í Klaksvík

Byggikostnaðurin av hotellinum við 81 kømrum er mettur til umleið 150 milliónir krónur. Ætlanin er at fyrstu gestirnir liggja nátt í apríl 2025

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eitt felag er nú stovnað við tí endamáli at byggja eitt nýtt hotel í Klaksvík.

Íleggjarnir eru Christian í Grótinum, LÍV, Betri, Varðin og Íløgufelagið Víkin (16 lokal feløg í Norðoyggjum), sum tilsamans hava játtað at seta 50 milliónir krónur í partapeningi í felagið. Íleggjarnir hava í fyrstu atløgu valt at seta tilsamans 5 milliónir krónur í felagið at fyrireika verkætlanina. Um fyrireikingarnar ganga væl, so verður partapeningurin hækkaður, so skjótt klárt er at byggja. Tað verður eftir ætlan Gist&Vist, sum skal reka hotellið.

Samlaði byggikostnaðurin er mettur til umleið 150 milliónir krónur. Tá er klárt at taka hotellið í nýtslu.

Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri Føroyar og eru Norðoyggjar væl vitjaðar við nógvum góðum og spennandi tilboðum til tey vitjandi. Miðbýurin í Klaksvík hevur ment seg nógv seinnu árini og skjótt letur eitt nýtt og stórt mentanarhús upp. Sum ein natúrligur liður í hesi gongd meta íleggjarnir, at løtan er tann rætta at byggja eitt gott hotel í Klaksvík at tæna teimum vitjandi í norðari parti av Føroyum.

Klaksvík hevur eitt virkið vinnulív, umframt nógva ítróttin, sum øll fáa gagn av nýggja hotellinum.

Tað eru Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum hava teknað hotellið, sum verður staðsett beint norðanfyri Biskupstorg út móti Vágni, við góðum útsýni í allar ættir. Høvuðsinngongdin verður suður móti Biskupstorgi. Nakað eystanfyri hotellið er nýggja kappróðrarneystið um at vera liðugt og miðskeiðis millum neystið og hotellið verður fyribils parkering við inngongd til ráðstevnuhøll og vælveruøkið á hotellinum. 

Hotellið hevur 81 rúmlig kømur við 4 stjørnum, eina matstovu og fundarsal til 300 fólk.

Gongst sum ætlað, verður farið í holt við at byggja nýggja hotellið á vári í 2023 og er ætlanin at fyrstu gestirnir skulu flyta inn í apríl 2025.

Við givnu staðsetingini av nýggja hotellinum fær Klaksvík ein týðandi og eyðsýndan bygning:

• við eini serstakari staðseting, partvís í sjónum,
• ið kemur at liggja mitt í hjartanum í býnum,
• ið kann gerast ein altjóða ráðstevnu miðdepil

Arbeiðsheitið fyri verkætlanina er BISK hotel.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2022

16 Leygardagur 05. november 2022

Møguligt at Heðin tekur eina vakt afturat

Nú fáa vit at síggja hvussu tað verður, sigur borgarstjórin í Havn

Heðin Mortensen (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað kann vera, at Heðin Mortensen aftur stendur á valevnislistanum til kommunuvalið í 2024. Í øllum førum vil hann ikki siga, um hetta verður seinasta vaktin á brúnni ella ikki.

Hetta kom fram í sendingini “Ljóarin” í útvarpinum hósdagin. Bókin “Heðin”, sum Hilmar Jan Hansen og Óla Jákup Rólantsson hava skrivað, varð umrødd, og ein kapittul í bókini eitur “Einaferð enn út á dekkið”.

Kapittulin snýr seg um at Heðin Mortensen aftan á valið í 2020 aftur kom á ovastu rók í Tórshavnar býráði eftir fýra ár úti í kuldanum og í andstøðu.

Verður hetta seinastu teinur úti á brúnni á Vaglinum, Heðin, spurdi Ingi Rasmussen, journalistur í útvarpinum.

- Nei, eg dugi ikki at svara uppá tað. Nú eri eg komin út á dekkið aftur, eg havi ikki lagt at kei enn, so nú fáa vit at síggja hvussu tað verður, svaraði Heðin Mortensen.

- Mær dámar væl og eg elski hetta arbeiðið sum eg geri nú. Tað er tað, sum drívur verkið.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

At Heðin Mortensen ikki slapp at halda fram sum borgarstjóri aftaná valið í 2016 kom óvæntað, eisini á Heðin sjálvan, men hesaferð verður hann helst meira fyrireikaður til tað.

Tað er ikki soleiðis at tú stúrir fyri tí degnum tá tú fert av brúnni?

- Nei nei slett ikki, tí tá eri eg nokk meira fyrireikaður enn tíðarskeiðið tú nevnir. Tí eg rokni við at tá taki eg avgerðina sjálvur, tá vit koma so langt. Nú fáa vit at síggja, sigur Heðin Mortensen.

Heðin Mortensen er 76 ára gamal.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2022

17 Leygardagur 05. november 2022

Dátur frá mars verða kannaðar í Føroyum

Jarðfrøðingurin Uni Árting er nú partur av Mars 2020 Science Team hjá Nasa

Uni Árting, granskari
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sum liður í at arbeiða við dátunum frá mars-rovaranum, Perseverance, sum koyrur á mars, hevur vísindatoymið hjá Nasa fingið ein føroyskan lim. Granskarin Uni Árting, sum arbeiðir hjá Jarðfeingi, er vorðin partur av hesum altjóða vísindatoyminum.

Tá jarðfrøðingurin Hans R. Amundsen við toyminum AMASE (Arctic Mars Analog Science Expedition) leitaði eftir støðum at royna tól, ið kundu nýtast til at seta á Perseverance, fall valið á Føroyar, tí jarðfrøðin her var mett at vera lík tí, ein fór at síggja á Mars.

Her gjørdist Uni sum serfrøðingur í føroysku jarðfrøðini partur av arbeiðinum í Føroyum, har tey m.a. kalibreraðu tólini, sum í løtuni verða nýtt til at lýsa jarðfrøðina á mars.

Tá Perseverance kom til mars, vísti tað seg, at jarðfrøðin har var so meinlík føroyskari jarðfrøði, at Uni varð biðin um at gerast partur av toyminum, ið arbeiðir við dátunum, sum koma frá rovaranum á mars.

- Enn er hetta nýtt, men eg havi altíð havt áhuga fyri jarðfrøði, sólskipanini og gongustjørnunum, og tí er tað heilt víst ein dreymur at arbeiða ítøkiliga við rúmdargransking. Mín partur av hesi gransking er at nýta tað vitan, eg havi ognað mær um føroyska jarðfrøði, síðani eg byrjaði at arbeiða á Jarðfeingi í 2004, sigur Rúni Árting.
- Tað er gleðiligt at síggja, hvussu grundgransking í føroyskari jarðfrøði letur hurðina upp fyri samstarvi bæði yvir um hav og heilt upp á okkara nærmastu gongustjørnu. Tað er ein staðfesting av, at føroysk servitan um jarðfrøði og arbeiðið, sum dagliga fer fram á Jarðfeingi, er fult á støði við aðrar jarðfrøðistovnar kring heimin, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi. 

Tíðindaskriv frá Jarðfeingi


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2022

18 Leygardagur 05. november 2022

Árnafjarðartunnilin skotin ígjøgnum týsdagin

Árnafjarðartunnilin er tann styttri av nýggju tunlunum norður um Fjall, og týsdagin verður seinasta skotið latið av. Tunlarnir verða væntandi lidnir á heysti í 2024

(Mynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú verður síðsta skotið latið av í Árnafjarðartunlinum. Tiltakið verður á kajøkinum í Ánunum týsdagin klokkan 14.

Á kajøkinum í Ánunum, fer Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, at bjóða vælkomin. Síðani heldur Uni Rasmussen, landsstýrismaður við fíggjarmálum eina røðu og at enda ber Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu fram røðu.

Eftir røðuna, fer Knút Guðjónsson, at lata síðsta skotið av. Knút var ein av trimum formonnum, tá gamli tunnilin var í gerð. Harumframt hevur hann verið við til at gera Hvannasundstunnilin, Sandvíkartunnilin og gamla Hvalbiartunnilin.

Árnafjarðartunnilin verður umleið 1.900 metrar langur, og Hvannasundstunnilin verður umleið 2.200 metrar langur. Samlað vegalongd, har tunnlar og vegir eru roknaðir við, eru umleið 6.500 metrar langt. 

Tunlarnir fara at kosta 522 milliónir krónur og verða væntandi lidnir á heysti í 2024. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2022

19 Leygardagur 05. november 2022

Avtalan um studentaskúlan og venjingarskúlan undirskrivað

Landsstýrið og kommunan eru vorðin samd um týdningin av at menna eitt umhvørvi fyri hægri lestur

Heðin Mortensen og Jenis av Rana (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er avtalan millum Tórshavnar kommunu og Uttanríkis- og mentamálaráðið viðvíkjandi kampusøkinum á Frælsinum undirskrivað av Heðin Mortensen, borgarstjóra, og Jenisi av Rana, uttanríkis- og mentamálaráðharra.

Virksemið hjá Føroya Lærararaskúla og Venjingarskúlanum, sum hevur hildið til í ognunum á Frælsinum, er seinastu árini vorðið partur av Fróðskaparsetrinum og av Skúlanum á Fløtum.

Landsstýrið og kommunan eru vorðin samd um týdningin av at menna eitt umhvørvi fyri hægri lestur, og at ognirnar á Frælsinum skulu nýtast sum liður í at fremja kampusætlanina frá 2019.

Hetta merkir í stuttum, at undirvísingar- og skrivstovuhøli, saman við lestraríbúðum, eftir ætlan verða miðsavnað á einum kampusøki hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum.

Samstundis hevur Tórshavnar kommuna sagt leigusáttmálan hjá Fróðskaparsetrinum av Sjóvinnnuhúsinum upp. Útflytingin verður tó so lagalig, at hon ikki fer at ávirka dagliga virksemið hjá Fróðskaparsetrinum.

Samstundis hevur kommunalt politiskt ynski verið frammi um, sum frálíður, at savna alla fyrisitingina hjá Tórshavnar kommunu í Sjóvinnuhúsinum.

Partur av avtaluni er eisini, at landsstýrið ger eitt sundurbýti í Hoydølum, so at Studentaskúlin kann seljast Tórshavnar kommunu, samstundis sum at Fróðskaparsetrið sigur frá sær eitt øki í Marknagili, sum kommunan lat Setrinum fyri meira enn 30 árum síðan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2022

20 Leygardagur 05. november 2022

Avtala um íbúðabygging undirskrivað á Toftum

Spf. Skákið fer undir at byggja upp til 70 nýggjar íbúðir beint sunnan fyri Svangaskarð

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mánadagin varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og byggifelagið Skákið um stóru ætlanina at byggja 70 nýggjar íbúðir á Toftum.

Í summar bjóðaði Nes kommuna út lendið við Regnavegin, beint sunnan fyri Svangaskarð, á leið 8.800 fermetrar, alment til sølu til íbúðabygging.

Spf. Skákið við Høgna Petersen o. fl. vístu áhuga. Eftir samráðingar gjørdist greitt, at felagið ynskti at keypa lendið til íbúðabygging og at byggja upp til 70 íbúðir í økinum.

Á bygdaráðsfundi í september varð samtykt at selja matrikkul 264i, áleið 8.800 fermetrar, til Spf. Skákið, har treytað er, at kommunan eigur grótið. Eisini varð samtykt at taka av teirra tilboði um lessing og koyring av gróti oman í Oyrarnar, har grótið verður brúkt til grótverjuna, sum verður longd umleið 180 metrar norður móti Saltsøluni.

Nes kommuna metir, at hetta eru tvær spennandi verkætlanir. Við longdari grótverju fæst kyrra í Oyrahavnina, og leggur lunnar undir eina byrjan til at gera Oyrarnar til eitt miðstaðar- og trivnaðarøki.

Seinastu tvey árini eru fleiri íbúðabyggingar gjørdar í kommununi. Nes kommuna fegnast eisini um, at tað framvegis eru íleggjarar, sum hava áhuga og vilja at gera íløgur í eina nýggja íbúðabygging í okkara øki, sum við Eysturoyartunnlinum er vorðið partur av miðstaðarøkinum í Føroyum, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu.

Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og fyri Skákið undirskrivaði Høgni Petersen, stjóri. 

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2022

21 Leygardagur 05. november 2022

Sørvágur: Her skal ítróttarhøll byggjast

Bygdaráðið í Sørvági hevur avgjørt at komandi høllin í bygdini skal liggja uppi á Reyni

(Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mikukvøldið í farnu viku tók bygdaráðið í Sørvágs kommunu avgerð um, hvar komandi ítróttahøllin í bygdini skal standa.

Eftir tilmæli frá trivnaðarnevndini varð samtykt, at høllin skal staðsetast á sonevndu Norðistovutrøðni oman fyri bygdina, skrivar heimasíðan hjá Sørvágs kommunu.

Talan er um trý matrikul uppi á Reyni, sum er økið við omankoyringina til bygdina, beint undir flogvøllinum. Økið liggur til vinstru tá koyrt verður oman til Sørvágs, beint har, ið vegakrossurin er yvir á Mýrar. Vit kunnu eisini siga oman fyri meinigheitshúsið Libanon, og hinumegin ánna yvir av barnagarðinum.

Nú byrjar tilgongdin at útvega sær økið, og so er fyrsta stigið tikið til at fáa til vega høllina, sum ítróttarfeløgini hava longst eftir í langa tíð, skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðuni. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2022

22 Leygardagur 05. november 2022

Franskur matstovuleiðari í Hallartúni

Sylvain Codron byrjaði í matstovuni á Hotel Hilton mánadagin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mánadagin byrjaði fraklendingurin Sylvain Codron sum matstovuleiðari í Hallartúni, sum er matstovan á hotellinum Hilton Garden Inn. 

Sylvain, ið er giftur føroyskari konu, hevur drúgvar royndir frá matstovuvinnuni. Seinnu árini í Keypmannahavn og áðrenn tað úr Fraklandi, haðani hann er ættaður.

Kanska eru tað fleiri føroyingar, sum hava hitt Sylvain í Torvehallerne í Keypmannahavn, har hann hevur arbeitt í vínbarrini Le Petit, sum hann eisini er parteigari í.

- Við Sylvain fær Hallartún eina fantastiska samanrenning av franskari sjarmu, innlit í føroyska mentan og eina heilt sermerkta fakligheit, har serliga vín og tænasta eru fokusøki. Hetta er ikki bert við til at lyfta Hallartún, men er eisini ein íblástur til føroyska matmentan og tænastu, skrivar Hilton Garden Inn í tíðindaskrivi í dag.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2022

23 Leygardagur 05. november 2022

Skúlin í Klaksvík 150 ár

1872 varð frálæran av álavara tikin upp í Gerðum. Síðani er nógv hent: Tað vóru leingi tveir skúlar, men í 2014 varð lagt saman, og samanbygdi skúlin á Skúlatrøð, sum er 1. byggistig av trimum, varð vígdur í 2020

Karl Johansen, borgarstjóri, bar fram heilsan og handaði Bjørn Kalsø, varaskúlastjóra, eitt blómutyssi
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjadagin var eitt serligt hátíðarhald á Skúlatrøð í Klaksvík, har Karl Johansen, borgarstjóri, bar fram heilsan og handaði Bjørn Kalsø, varaskúlastjóra, eitt blómutyssi.

Borgarstjórin greiddi frá, hvussu nógv skúlin var broyttur, frá tí at hann fór í skúla fyri 61 árum síðan. Til seinast legði Karl dent á, at tað hevur týdning at ganga í skúla, tí við teimum 10 árunum hann gekk í skúla, kundi hann blíva bæði løgreglumaður og seinni eisini borgarstjóri.

Klaksvíkar kommuna ynskir skúlanum og øllum næmingum hjartaliga tillukku.

[object Object]

[object Object] 

Klaksvíkar skúlasøga

Í 1833 varð skúli bygdur í Gerðum, sunnan fyri Norðurstovu. Hann varð nevndur ”Skúlin í Gerðum”, men longu í 1848 datt frálæran niðurfyri, og í 1857 varð skúlin seldur og tikin niður. Í 1872 varð frálæran tikin upp aftur í eini lántari stovu í Gerðum. Her var frálæran til 1876, tá ið nýggjur skúli varð bygdur tætt við Skrivaragriftina (við KFUM), og verður hann tí vanliga nevndur ”Skúlin við Skrivaragriftina”.

Í 1894 verður ein nýggjur skúli (í dag nevndur Gamli Skúli) tikin í nýtslu og skúlin við skrivaragriftina varð samstundis tikin niður. Í hesum skúlanum vóru tvær skúlastovur og íbúðir til fyrstalæraran og ein annan lærara.

Í 1924 varð Nýggi Skúli á Skúlatrøð, sum í dag - kanska eitt sindur misvísandi - verður nevndur Skúlin á Ziskatrøð, tikin í nýtslu. Hesin skúlin hevði upprunaliga fýra skúlastovur. Í 1935 varð niðara síða á skúlanum, reist og hann varð eisini longdur norðureftir fyri at geva pláss til millum- og realskúlan.

Í 1939 varð fimleikarahøll bygd eystan fyri Nýggja Skúla.

Í 1957-1961 varð bygt saman millum fimleikarahøllina og Nýggja Skúla, soleiðis at bygningurin kom at síggja á leið soleiðis út, sum hann sær út framvegis. Við hesi útbyggingini fekk skúlin 13 skúlastovur afturat umframt tríggjar stovur til sergreinar og onnur rúm, soleiðis at samlaða talið á undirvísingarhølum var 29.

Í 1972 stóð serskúlin - millum Nýggja Skúla og Gamla Skúla - sum umframt tvær skúlastovur hevði sangstovu, evningstovu, verkstaðir til træ- og metalsmíð, tvær fimleikarhallir og tannlæknastovu, liðugur.

Í 1973 stóð Skúlin við Ósánna (sum stendur á Ziskatrøð) liðugur. Hann hevði upprunaliga 10 skúlastovur.

Í 1979 varð hann víðkaður við fimm stovum afturat umframt øðrum hølum. Hesin skúlin gjørdist sjálvstøðugur 1979, meðan tann ovari, Nýggi Skúli, fekk navnið Skúlin á Ziskatrøð.

Annars kann sigast, at KÍ-høllin og svimjihøllin eisini hoyra upp í skúlabygningar, tí tá ið hesir bygningar vórðu bygdir, vórðu teir bygdir sum bygningar, ið skúlin kundi brúka. KÍ-høllin kom í 1968 og svimjihøllin í 1974.

Plásstrot eyðkendi eisini skúlaøkið í nøkur ár, og tá hevði Skúlin við Ósánna skúlastovur upp á Brekku frá 1981 til 1993. Tá ið Skúlin við Ósánna varð tikin niður fyri at byggja nýtt í 2008, fóru næmingar aftur niðan á Brekku, og tá vóru eisini skúlastovur í Gamla Tekniska skúla til 2011. 

Sostatt vóru gingin umleið 35 ár frá seinastu skúlabygging í Klaksvík, til vit á vári í 2008 vóru vitni til, at Skúlin við Ósánna fyri ein stóran part er tikin niður og nýggjur skúli bygdur.

Tann parturin av skúlanum, sum var vígdur í 2011, var 2.200 fermetrar til víddar, og víðari byggingin fevndi um góðar 900 fermetrar aftrat. Skúlin var 3.100 fermetrar til støddar, 18 skúlastovur, 5 serstovur. Tær tríggjar hallirnar verða brúktar til: 1) Innskúlingina 2) miðskúlan og 3) framhaldsdeildina.

Í oktober 2010 varð soppur staðfestur í Gamla skúla (frá 1924) og í juli 2011 bleiv hesin rivin niður.

Klaksvíkar Býráð samtykti í apríl 2014 at leggja fólkaskúlarnar í Klaksvík saman til ein skúla við felags leiðslu við fýra varaskúlastjórum. Hesir skuldu hava námsfrøðiliga ábyrgd av hvør sínari deild - grunddeild, miðdeild, hádeild og valskúlan, sum er 10. flokkarnir.  

Sett varð samstundis út í kortið, at samanlagdi skúlin skuldi byggjast út. Navna- og búmerkjakapping til samanlagda fólkaskúlan í Klaksvík varð útskrivað og skúlin fekk navnið á Skúlatrøð.

30. mai 2020, sum var júst tíggju ár eftir, at nýggi Skúlin við Ósánna varð vígdur 24. apríl 2010, varð samanbygdi skúlin á Skúlatrøð, sum er 1. byggistig av trimum, vígdur. Fyrsta byggistig fevnir um skúlabygningin við skúlastovum og felagshølum, umframt skúlagarð. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2022

24 Leygardagur 05. november 2022

Fýra starvsdagar hjá barnatannrøktini í Havn

Farna fríggjadag var móttøka í sambandi við, at Eina Gudmundsen og Sanna A. Djurhuus høvdu 25 ára starvsdagar, og Anna Beder og Pavla Mikkelsen kundu hátíðarhalda 10 ára starvsdagar á Tannlæknastovuni

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna fríggjadag var móttøka í Posthúskjallaranum í sambandi við hátíðarhald av fýra starvsdøgum hjá Tannlæknastovuni í kommununi.

Tað vóru Eina Gudmundsen og Sanna A. Djurhuus, sum hildu 25 ára starvsdagar, og Anna Beder og Pavla Mikkelsen, sum kundu hátíðarhalda 10 ára starvsdagar.

Eina varð sett í starv sum tannrøktari á Tannlæknastovu Tórshavnar Kommunu 18. november 1997. Eina starvaðist í Tórsgøtu tey fyrstu 20 árini, men seinastu fimm árini hevur hon arbeitt sum tannrøktari á tannrættingarklinikkini á Løgmannabreyt.

Sanna kom í starv sum tannatstøðingur í barnatannrøktini 5. mai 1997.

Anna Beder og Pavla Mikkelsen byrjaðu fyri 10 árum síðani á Tannrættingarklinikkini á Løgmannabreyt, tá kommunan lat tannrættingarklinikkina upp, eftir at Bergtóra Hanusardóttir, sertannlækni, hevði røkt hesa uppgávuna.

Anna byrjaði 1. oktober 2012 sum tannrøktari á tannrættingarklinikkini á Løgmannabreyt. Anna hevur fyrr arbeitt hjá Bergtóru Hanusardóttir og nógv ár hjá Ortoservice sum ortotannrøktari. Anna hevur eisini eitt tíðarskeið arbeitt sum tannrøktari á privatari tannlæknastovu og hevur tí nógva royndir.

Pavla Syderbø Mikkelsen byrjaði eisini 1. oktober 2012 á tannrættingarklinikkini sum tannatstøðingur. Áðrenn tað, arbeiddi Pavla hjá Bergtóru Hanusardóttir.

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen tók ímóti og helt røðu.

- Drúgvar starvsdagar er altíð hugaligt at hátíðarhalda. Tí teir eru tekin um trúføst starvsfólk, sum trívast í sínum starvi, segði borgarstjórin millum annað.

[object Object]Eina Gudmundsen

[object Object]Sanna A. Djurhuus

[object Object]Anna Beder

[object Object]Pavla Mikkelsen




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2022

25 Leygardagur 05. november 2022

Metnógvir nýggir lærusáttmálar

367 nýggir lærusáttmálar eru góðkendir fyrstu tíggju mánaðirnar í 2022. Tað er met í mun til sama tíðarskeið onnur ár

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Heili 367 nýggir lærusáttmálar eru góðkendir fyrstu 10 mánaðirnar í 2022 og er tað met, um samanborið verður við sama tíðarskeiðið onnur ár, skrivar Yrkisdepilin í tíðindaskrivi.

Hetta er ein stórur partur av einum árgangi, tá hugsað verður um, at í Føroyum eru ímillum 600 og 700 børn fødd árliga seinastu 20 árini.

[object Object]

Ársmetið fyri nýggjar lærusáttmálar er frá 2007. Í teimum góðu árunum frá 2006 til 2008, tá farið var undir fleiri stórar byggiverkætlanir, setti lærlingatalið met. Í 2007, sum er tað árið, har flest lærusáttmálar vórðu gjørdir, fóru heili 417 fólk í læru. Teir 417 sáttmálarnir vóru býttir á 39 ymiskar yrkisútbúgvingar.

Tá fíggjarkreppan leikaði á árini 2008 og 2009 fall lærlingatalið nógv og kom í 2009 niður á 175 nýggjar sáttmálar, sum er á støði við 2002. Síðan fíggjarkreppuna er talið av nýggjum sáttmálum hækkað aftur ár fyri ár og hevur seinastu fýra árini verið rættiliga støðugt við umleið 380 nýggjum sáttmálum hvørt ár, uttan í 2020, tá koronufarsóttin setti sín dám á samfelagið. Tað árið var talið av nýggjum sáttmálum 344.

Í dag er støðan eins góð sum í 2007. Fyrstu 10 mánaðirnar í ár vóru 367 fólk farin í læru innan 40 ymiskar yrkisútbúgvingar. Umleið 70 føroyskar yrkisútbúgvingar eru at velja ímillum.

Miðalaldurin á teimum, sum byrja í læru í dag, er beint undir 23 ár og er tað eitt vet hægri enn í 2007, tá miðalaldurin var 22 ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2022

26 Leygardagur 05. november 2022

Betri Banki hækkar inn- og útlánsrenturnar

1. desember hækka innlánsrenturnar við upp til 0,6 prosentstigum og útlánsrenturnar við upp til 0,5 prosentstigum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í farnu viku hækkaðu Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin leiðandi rentuna við ávikavíst 0,75 og 0,60 prosentstigum, og tí fer Betri Banki eisini at hækka renturnar.

Bankin boðar frá, at  hann fer at hækka innlánsrenturnar við upp til 0,6 prosentstigum og útlánsrenturnar við upp til 0,5 prosentstigum.

Broytingarnar koma í gildi 1. desember í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2022

27 Leygardagur 05. november 2022

Norðoya Sparikassi hækkar renturnar

Rentan hækkar millum 0,5 og 0,7 prosentstig frá 7. desember

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í síðstu viku hækkaðu evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin aftur leiðandi rentuna við ávikavist 0,75 og 0,60 prosentstigum. Og tí hækkar rentan á inn- og útlánum í Norðoya Sparikassa eisini.

Ávísar innlánsrentur hækka við upp til 0,70 prosentstigum og útlánsrenturnar hækka við upp til 0,50 prosentstigum.

Broytingarnar koma í gildi 7. desembur 2022. Yvirlit við rentum verður dagført á heimasíðu sparikassans, tá ið broytingarnar koma í gildi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2022

28
Leygardagur 05. november 2022

GC Rieber letur høll byggja á Oyrareingjum

Høllin, sum eftir ætlan skal standa liðug um ársskiftið, skal brúkast til saltgoymslu

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í eystara parti av keiøkinum á Oyrareingjum verður ein høll í hesum døgum sett upp. Tað er GC Rieber, sum áður hevði navnið Saltkeyp, sum letur høllina byggja.

Høllin er 1.575 fermetrar til støddar, og skal taka salt, sum fyritøkan flytir inn. GC Rieber hevur ikki virksemi á Oyrareingjum í løtuni, men framyvir verður alt savnað har.

- Vit høvdu bygning í Søldarfirði, og síðani hava vit verið í leigaðum hølum til vit nú byggja hesa høllina, sigur Jóhannus M. Olsen, stjóri í GC Rieber.

- Einar tríggjar til seks ferðir um árið koma skip við salti. Hetta er skiftandi í mun til hvussu nógv salt verður brúkt á fiskavirkjum og øðrum, upplýsir Jóhannus M. Olsen.

GC Rieber Føroyar veitir salt úr Tunis til føroysku saltfiskavirkini, og tey seinnu árini, hevur fyritøkan eisini veitt salt til føroysku vegirnar. Fyri nøkrum árum síðani, fór fyritøkan eisini undir at veita pakkitilfar, kálk og evnavørur til føroyska vinnulívið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2022

29 Leygardagur 05. november 2022

ÁTS byggir fimleikahøll í Kaldbak

Sáttmálin um bygging av fimleikahøllini í Kaldbak varð undirskrivaður í vikuni

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Arbeiðið at byggja høll í Kaldbak varð boðið út í innbodnari lisitatión sambært samtykt 15. desember 2021. Seks fyritøkur fingu í boði at lata inn tilboð.

Inn komu tvey tilboð: MT-Højgaard kundi projektera og byggja høllina fyri 22,1 milliónir krónur uttan mvg, og ÁTS kundi projektera og byggja høllina fyri  17,9 milliónir uttan mvg.

Mælt varð til at taka av lægra tilboðnum. Málið varð endaliga avgreitt á býráðsfundi 29. september í ár.

Hósdagin varð so sáttmálin um bygging av fimleikahøllini í Kaldbak undirskrivaður.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2022

30 Leygardagur 05. november 2022

Góður ársfjórðingur hjá BankNordik

Fleiri taka lán nú til orkusparandi ábøtur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

BankNordik hevur í vikuni kunngjørt roknskap bankans fyri triðja ársfjórðing. Tíðarskeiðið var m.a. merkt av rentuhækkingum, og kundarnir kunnu nú aftur spara saman við positivari rentu.

- Føroyskt vinnulív og privatu húsarhaldini eru sum heild væl fyri, og megna í stóran mun at standa ímóti teimum avbjóðingum, ið vaksandi inflatión og rentuhækkingar hava við sær. Arbeiðsloysið er lágt, og tí síggja vit framvegis ikki stórvegis tap, men tann støðan kann broytast, um arbeiðsloysið hækkar, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik. Í tí sambandi varðveitir bankin avsetingina, ið áður er sett av til tap, ið kunnu fara at vísa seg.

Kunnu aftur spara saman við positivari rentu

Fleiri rentuhækkingar hava verið seinastu mánaðirnar, og væntandi eru hækkingar eisini fyri framman.

Tað er harvið vorðið dýrari at læna pening, men samstundis er negativa rentan strikað og rentan á ávísum kontum aftur blivin positiv. Seinasta árið eru innlánini hjá kundunum økt við 10 prosentum, og tað ber nú aftur til at fáa peningin til pensjónina, børnini, bústaðin o.a. at vaksa við at seta hann á samansparingarkontu.

Fleiri taka lán til orkusparandi ábøtur

Kundarnir gera framvegis íløgur í bústaðin, og seinasta árið eru realkredittlánini økt við 9 prosentum. Bankin bjóðar ymisk grøn lán við serliga lagaligari rentu til tess at stuðla undir grøna orkuskiftið, og sum heild er ein lutfalsliga stórur vøkstur í hesum lánum. Seinasta árið eru lánini til orkusparandi ábøtur, t.d. umlegging frá oljufýringum til varandi orkuskipanir, økt við 33 prosentum. Harfumframt hevur bankin fíggjað meira enn tvífalt so nógvar elbilar sum sama tíðarskeið í fjør, hóast føroyingar hava keypt færri bilar í ár.

Gongdin á fíggjarmarknaðunum í triðja ársfjórðingi hevði við sær, at bankin herfyri lækkaði væntanirnar til ársúrslitið. Leiðslan er tó væl nøgd við góðu gongdina, ið sæst á øllum virkisøkjum hjá samtakinum.

Roknskapurin í stuttum

- Úrslitið eftir skatt gjørdist 111 milliónir krónur samanborið við 194 milliónir sama tíðarskeið í 2021, tá ið 83 milliónir krónur stavaðu frá søluni av danska virkseminum

- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 144 milliónir krónur samanborið við 125 milliónir krónur sama tíðarskeið í 2021

- Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 43 milliónir krónur samanborið við 36 milliónir krónur í afturførdum niðurskrivingum sama tíðarskeið í 2021

- Útlánini hækkaðu úr 7,6 milliardum krónum sama tíðarskeið í 2021 til 8 milliardir krónur.

- Realkredittlánini hækkaðu úr 2,6 milliardum krónum sama tíðarskeið í 2021 til 2,7 milliardir krónur.

- Innlánini hækkaðu úr 7,4 milliardum krónum sama tíðarskeið í 2021 til 8,2 milliardir krónur.

- Leiðslan væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 140 og 170 milliónir krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2022

31
Leygardagur 05. november 2022

Talan er veruliga um eina útgávu, har eg merki ein artist, sum bara er vaksin!

Vera - Elinborg Pálsdóttir

 
SkrivaÐ:

Ummæli / Fríðálvur Jensen

Tá eg setti meg at lurta eftir nýggju útgávuni hjá Elinborg, kundi eg ikki lata vera við minna meg aftur á tíðina, tá hon royndi at arbeiða seg inn á tónleikapallin.

At hava eina systir í Eivør, er ikki víst nakað hon arbeiddi upp ímóti, men tað at hava slíkar dygdir, er sjálvandi nakað, sum fleiri kanska seta hana upp ímóti.

Tað er ikki so rættvíst, tí eg fekk beinanvegin fatan av, at Elinborg hevði sett sær fyri, at hon vildi leggja sína egnu leið, sum eg haldi hon hevur megnað til UG!

Ongin ivi er um, at tað er sera stór kapping innan tónleikin og listina, men hevur ein henda brennandi hugin at ger sítt og tað at gera mun, so er avgjørt Elinborg ein av hesum!

Útgávan VERA er sera nógv øðrvísi en tær undan farnu, tí eg fái hesa kensluna av eini heild, sum bæði innan tekstsetingina og ljóðblandingina fer í eina sera sterka tvinnandi eind.

Sangtekstirnir eru tó aftur hesin melankolski andin, sum arbeiðir seg upp frá kensluni av einsemi, sakni og tað at ein finnur seg tilrættis við einasta eina, men so kortini ikki.

Har má eg siga, at ljóðblandingin eisini hevur fylgt hesum andanum, at vit skulu koma við inn í hesa kensluna, sum eg føli er at fáa eina samanrenning, sum tilvitað skal fáa tekst og ljóð upp í hesa hægru eindina.

Har er so nógv gjørt, at kanska onkur heldur, at talan er um ein yvirproduktión, men fyri meg er hetta meira ein málrættaður máti, at fáa lurtaran at steðga á og lurta.

Hetta, at arbeiða við so “myrkum elektropoppi” er ikki bara, bara, tí tað kann skjótt verða tað, at tað verður fylt í so nógv inn í ljóðmyndina, sum eg onkrastðani kann merkja, men í tí heildini, sum eg taki útgávuna, fái eg ein góða og fríska kenslu.

Tað fyrsta eg legði merki til var, at tað er gjørt nógv úr at fáa soundin til eina rúma og balanserandi heild, tí í millum annað síðstu skeringini, “Vón Mín”, er júst hetta sermerkta, at har eru nógvar ymsar effektir, sum sera snidliga eru settar saman til eina javnvág, sum er sera gott fyri kritiska oyrað.

Sera heppi er júst fyri Elinborg, at hava systrina og Trónd Bogason at hjálpa sær, tí eg fái hesa kensluna av at tey í tryggum og góðum umstøðum, hava kunnað fingið nógvar av hesum mongu uppsetingunum at rigga.

Eg føli væl og virðiliga undirhildnan og fegnist um, at Elinborg hevur sett sær fyri at koyra sína leið víðari – VERA skal hava 5 av 6 blonkum stjørnum!

Fríðálvur A. Jensen 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2022

32 Leygardagur 05. november 2022

Hesi vunnu virðislønir Norðurlandaráðsins

Ongin føroyingur varð róptur upp á pallin í Musikhuset í Helsingfors týskvøldið

(Mynd: Magnus Fröderberg, norden.org)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týskvøldið varð stóra gallashowið hildið í sambandi við at virðislønir Norðurlandaráðsins vórðu latnar. Haldið var í Musikhuset í finska høvuðsstaðnum Helsingfors, har Norðurlandaráðið heldur sín ársfund í hesum døgum.

Ongin føroyingur var millum vinnararnar hesaferð.

Hinvegin var hitt lítla oygjalandið í norðurlendskum høpi, Áland, heiðrað. Tað var við umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Tað var høvuðsstaðurin í Álandi, Mariehamn, sum vann umhvørvisvirðislønina fyri átakið, ið verður rópt Nabbens våtmark.

Nabben er eitt vátlendi nærhendis býnum, har serligur innsatsur verður gjørdur fyri vatngóðskuni, so at lívmargfeldið økist eins og økið kann brúkast fyri borgararnar í býnum.

Evnið fyri umhvørvisvirðislønina í ár var “náttúrugrundaðar loysnir”, og onki uppskot kom úr Føroyum á hesum sinni.

Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins varð í ár latin svenska tónasmiðinum Karin Rehnqvust fyri klassiska verkið “Silent Earth”.

Tað var vinnarin av heiðurslønini í fjør, føroyska Eivør Pálsdóttir, ið handaði virðislønina. 

Unn Patursson átti føroysku tilnevningina í ár fyri verk sítt “1902” hjá sangbólkinum Kata.

Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins verður annað hvørt ár latin einum tónaverki, og annað hvørt ár einum útinnandi listafólki. Hesaferð vóru tað verkini, sum vórðu heiðrað.

Norðurlendska virðislønir fyri barna- og ungdómsbókmentir varð latin norska høvundanum Nora Dåsnes fyri bókina “Ubesvart anrop”. Evnið í hesi bókini er hvussu yvirgangsatsóknin 22. juli 2011 rakti eina heila tjóð.

Føroyska bókin “Abbi og eg og abbi” hjá Dániali Hoydal og Anniku Oyrabø var føroyska uppskotið til hesa virðislønina. Henda bókin hevur fyrr fingið barna- og ungdómsheiðurslønina hjá Útnorðurráðnum, og fekk eisini barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs herfyri.

Stóra bókmentavirðislønin fór í ár til til danska rithøvundan Solvej Balle fyri skaldsøguna ”Om udregning af rumfang I, II og III”.

Føroyar høvdu innstillað eitt yrkingasavn til henda heiðurin í ár, nevniliga “Sólgarðurin” hjá Beini Bergsson.

Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins varð latin íslendska filminum “Lamb” hjá leikstjóranum Valdimar Jóhanssyni, sum hevur skrivað leikritið saman við Sjón. Føroyar stilla ikki filmir inn til hesa virðisløn. 

Showið í Koncerthuset endaði vakurt, tá Eivør Pálsdóttir aftur komin á pallin, og saman við orkestri sínum og finsku strúkarunum framførdu eina vakra útgávu av sanginum "Gullspunnin".

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2022

33 Leygardagur 05. november 2022

Hoyvíkar kirkja 15 ár

Morgunmatur, guðstænasta, sunnudagsskúli og konsert verður sunnudagin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Allahalgannasunnudag 6. november heldur Hoyvíkar kirkja sín 15 ára vígsludag.

Klokkan 9.30 verður bjóðað til morgunmat í Kirkjukjallaranum.

Guðstænastan byrjar klokkan 11. Silvitni syngur, og børnini fáa høvi at fara í sunnudagsskúla. Theodor Eli Dam Olsen og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sóknarprestar, standa fyri guðstænastuni.

Tarira og Tórshavnar Kamarkór
Klokkan 16 verður høvi at hoyra vakra og stórbæra verkið Requiem eftir Duruflé og hartil fleiri smærri yndislig kórverk í Hoyvíkar kirkju. Tað eru Tórshavnar Kamarkór og Tarira, sum saman við tveimum solistunum og tónleikarum fara at framføra undir leiðslu av Bernharði Wilkinson. Solistar eru ungu og evnaríku Hanne Marit Mordal Iversen og Aksel Frisnes. Organistur er Markus Tähti Dunseth og á sello Kristina á Váli.

Franska tónaskaldið og organisturin Maurice Duruflé skrivaði deyðsmessuna, Requiem op. 9, í tíðarskeiðnum 1941-1947. Verkið er skrivað fyri blandað kór, tveir sangsolistar, og hevur tríggjar ymiskar instrumenteringar at velja ímillum; eina við urgu og sello, eina við urgu og strúkiorkestur, og eina við urgu og symfoniorkestur. Tað er tann fyrstnevnda, ið verður brúkt í konsertini í Hoyvíkar kirkju.

Samstundis sum Duruflé skrivaði verkið, var hann eisini ígongd við eina suitu fyri urgu, har hann brúkti tema úr gregorianskum sálmasangi sum íblástur, og valdi tí eisini at brúka nøkur av somu temaum til deyðsmessuna.

Havandi í huga, at Duruflé sjálvur var organistur, er tað kanska ikki so løgi, at urgan spælir ein stóran leiklut í verkinum, tað er tiltikið torført at spæla og setir eisini krøv til sjálva urguna. Urgan í Hoyvíkar kirkju er nýliga umvæld og útbygd og er hon tann urgan her heima, sum í stíli og stødd hóskar seg best til hesa framførsluna.

Hini kórverkini á skránni eru:

Franz Biebl: Ave Maria
Felix Mendelssohn-Bartholdy: Den Er hat seinen Engeln
Charles Wood: Hail, Gladdening Light
Josef Rheinberger: Messa í E-moll, Kyrie
J.S. Bach: Komm Jesu Komm

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2022

34 Leygardagur 05. november 2022

Starin í Stovuni sýndur í Løkshøll sunnudagin

Høgni Mohr hevur gjørt nýggjan heimildarfilm um Jógvan J. Højsted og umbótanararbeiðið hjá Ólvustovu í Funningi. Sýningar verða í morgin klokkan 15 og 17

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ein føroyskur, erligur og filosofiskur heimildarfilmur.

Soleiðis lýsir Høgni Mohr nýggja heimildarfilmin ‘Starin í Stovuni’. Framleiðslan er umbiðin av Runavíkar kommunu og sum í stuttum er ein heilmildarfilmur, ið m.a. skal lýsa umbótanararbeiðið av Ólvustovu í Funningi.

Høgni Mohr, sum hevði fingið eitt serligt tilknýti til bygdina, eftir at hann búleikaðist har fyri smáum fýra árum síðan, varð spurdur, um hann kundi átaka sær uppgávu, at framleiða ein heimildarfilm um Ólvustovu. Hann fekk fríar teymar, og átók sær at fara í holt við hetta saman við m.a. Kringvarpi Føroya, sum fer at sýna kykmyndina seinri í ár. Í ”Starin í stovuni” ger Jógvan J. Højsted, sambært Høgna, eina roynd ikki bert at lýsa sítt lív, men sjálvt lívið.

Almennu sýningarnar verða sunnudagin 6. november ávíkavist klokkan 15 og 17 í Løkshøll, og eru í tíðarmáli ein drúgvan hálvan tíma til longdar. Sýningin er ókeypis og ikki er neyðugt at bíleggja pláss áðrenn.

Filmssýningin er ein partur av Býarskáanum í Runavík, sum er hetta vikuskiftið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2022

35 Leygardagur 05. november 2022

Voxbotn í tveir dagar

Konsertdagurin í Voxbotni síðst í juni verður víðkaður til eisini at vera fríggjadag

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eitt hitt mest savnandi tiltakið í Havnini seinastu 11 árini verður nú enn størri. Hesi mongu summurini hevur Voxbotn hvørt ár savnað bæði stór og smá til eina risa tónleikaveitslu í allarbesta umhvørvi í Vágsbotni. Øll hesi árini hevur Voxbotn verið seinasta leygardag í juni, men komandi ár verður Voxbotn sum nakað nýtt - bæði fríggjakvøld og allan leygardagin.

Ynskiligt hevur altíð verið, at Voxbotn skal verða fjølbroytt við bæði føroyskum og útlendskum nøvnum og við tónleikabólkum til bæði yngri sum eldri. Ofta hevur sjálv skráin verið ein avbjóðing, tí Voxbotn hevur havt so nógv góð nøvn og ov fáar tímar; men nú Voxbotn 2023 verður yvir 2 dagar eru nýggir møguleikar hesum viðvíkjandi.

Voxbotn 2023 verður sostatt 23. og 24. juni komandi ár, og longu í november verða fyrstu nøvnini almanna kunngjørd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2022

36 Leygardagur 05. november 2022

Birita og Birita syngja Bach

Bach í Kertuljósi verður mikukvøldið 7. desember

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vælumtóktu jólakonsertirnar “Bach í Kertuljósi” í Kirkjubø vóru vegna koronu avlýstar tvey tey seinastu jólini, og tað vóru mong hørm um, tí konsertin í gomlu Ólavskirkjuni er vorðin partur av jólahugnaðum hjá nógvum í Suðurstreymi.

Í ár verður konsertin aftur á skránni, hesaferð við tveimum av okkara bestu songkvinnum, Biritu Adele Davidsen og Biritu Poulsen sum solistum. Saman við tónleikarum í úrmælingabólkinum Aldubáruni, framføra tær tónleik hjá Johann Sebastian Bach í Ólavskirkjuni í Kirkjubø mikukvøldið 7. desember kl. 19.

Uttan verður aldargamla kirkjan ljóssett við serstøkum ljósi, meðan lurtararnir inni í kirkjuni, njóta tónarnar hjá gamla meistaranum í glæmuni frá kertunum.

Fyrstu ferð skipað var fyri "Bach í kertuljósi" var í 2018, og vóru tað íbirtarin Johan
Mortensen og fyriskparin í Aldubáruni, gittarleikarin Ólavur Jakobsen, ið stóðu fyri
tiltakinum.

Síðani hevur konsertin verið regluliga, bert órógvað av korunu.

Skráin er fjølbroytt og báðir solistarnir fara at syngja solo hvør sær, men eisini verður sangur úr stóru messuni hjá Bach, har ið tær báðar, Birita Adela og Birita Poulsen, fara at syngja saman.

Tónleikararnir í Aldubáruni spæla eina løtu innan sjálv konsertin byrjar kl. 19. Konsertin varir slakan tíma. Konsertin er ókeypis. Eftir konsertina eru øll hjartaliga vælkomin í Roykstovuna, har ið lítil hugnaløta verður.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2022

37 Leygardagur 05. november 2022

Tendra ljós fyri teimum mistu børnunum

Minningarhald fyri børn, ið farin eru, verður í Havnar kirkju sunnudagin - allahalganna sunnudag

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Minningarhald fyri børn, ið farin eru, verður allahalganna sunnudag 6. november klokkan 16 í Havnar kirkju.

Steintóra Erhardsdóttir prestur prædikar. Tónleikarar frá Tórshavnar Musikkskúla spæla. Drekkamunnur verður í Beranum, Niels Finsensgøta 32 aftan á gudstænastuna.

Minningarhaldið verður sum ein vanliga gudstænasta. Áðrenn gudstænastuna. frá klokkan 15.30 er høvi hjá teimum, sum hava hug til tess, at tendra ljós fyri barninum tey hava mist og vit minnast tey í kvirru.

Minningarhald var skipað á fyrsta sinni í november 1997. Undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt var at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt – óansæð nær og í hvørjum sambandi barnið er mist.

Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annað hvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum.

Saman minnast vit tey farnu børnini við einum dámi av góðsemi og fløvan, einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond ímillum fortíð og framtíð.

Í dag liva vit í eini mentan, har vit dagliga skulu vísa skjótleika og framfýsni, sum prógv uppá, at vit liva lívið til fulnar. Vit geva okkum ikki stundir at dvølja og sansa. Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið.

Tá ið vit tendra ljós fyri børnum okkara, er tað eitt tekin um kærleika og at børn okkara enn lýsa í hjørtu foreldranna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2022

38 Leygardagur 05. november 2022

Tríggjar nýggjar bøkur til kirkjubrúks komnar út

Talan er um Gudstænastubók Føroya kirkju II, Ritualbók Føroya kirkju II og Ískoyti til Ritualbók Føroya kirkju

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mánadagin komu tríggjar nýggjar bøkur til kirkjubrúks út.

Ein er Gudstænastubók Føroya kirkju II, ið hevur uppskot til sergudstænastur í kirkjuni, t.d. í sambandi við barnagudstænastu, sjeylestragudstænastu og sanggudstænastu.

Ritualbók Føroya kirkju II er bók við uppskotum til vígslu ella signingartænastur, t.d., í sambandi við vígslu ella signing av kirkjuligum lutum og klæðum, urguvígslu, vígslu av minnisvarða og og kirkjugarði.

Tann seinasta er Ískoyti til Ritualbók Føroya. Í bókini eru uppskot til bønarhald, t.d. í sambandi við konfirmantlestur, deyðavanlukkur og andlát.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevur góðkent allar bøkurnar til kirkjubrúks. Tær eru at fáa til keyps í bókabúðunum og í Bókamiðsøluni.

Tað er Føroyskt Kirkjumál, ið hevur givið bøkurnar út.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2022

39 Leygardagur 05. november 2022

Fólk skulu kenna seg trygg at skifta til grøna orku

- Øll vilja jú fegin vera grøn. Men tað má eisini kennast trygt at skifta frá eini vælkendari hitakeldu til okkurt nýtt. Tí er tað so týdningarmikið at gera eina ráðstevnu sum hesa, har fólk kunnu fáa alla vitanina, tey hava tørv á, á einum stað, sigur Bjørg Dam, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Jan Müller

- At skifta hitaskipan er jú ein stór avgerð hjá fólki. Men tað er sera týdningarmikið at gera. Bæði tí tað er neyðugt fyri umhvørvið, og tí at vit jú síggja rundan um okkum, at tað er skilagott at vera leys av olju og oljuprísi, sigur Bjørg Dam, býráðslimur og forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu.

Hugskotið til orkuráðstevnuna Ósvart, sum var hósdagin og fríggjadagin, eigur Bjørg Dam, og tað spratt, tí hon metti tað vera neyðugt at geva fólki meira vitan um upphiting. Um fjarhitaskipanina, um jarðhita, um hitapumpur og um, hvussu kommunan planleggur í mun til upphiting. Tí tað er ikki longur so, at upphiting bert er eitt mál fyri einstaka húsarhaldið.

- Fyri nógv er tað tryggasta at knýta seg í fjarhitaskipanina. Og tí er tað sera týdningarmikið at vita, um tað er ein møguleiki – og nær. Men eisini aðrar loysnir – eitt nú felagsloysnir til eitt grannalag – bera til í dag. Og eru neyðugar, so hitaskipanin hjá einum húski ikki forðar fyri, at grannin eisini kann skifta, sigur Bjørg Dam.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2022

40 Leygardagur 05. november 2022

Gera klárt til elframleiðslu í Flatnahaga

Allars seks vindmyllurnar eru komnar upp, og roknað verður við fullari framleiðslu miðjan desember

Allar seks vindmyllurnar í Flatnahaga eru komnar upp (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Um góðan hálvan annan mánað verður klárt at seta fulla ferð á elframleiðsluna frá teimum seks vindmyllunum hjá Magn og Lív í Flatnahaga.

Støðan í Flatnahaga er góð, nú alt arbeiðið er liðugt hjá bæði eigarunum og   veitarunum EL.FO og J&K Petersen, SEV og Enercon sigur Finn Jacobsen, stjóri í Magn.   

Nú byrja royndarkoyringarnar. Fyrst skulu sonevndar  funktións-testir gerast av øllum lutum í hvørjari myllu sær og teldusamskifti til kontrollrúmið hjá SEV. Síðan verður ein og ein mylla sett inn á netið. Um 14 dagar verða so tríggar myllur royndarkoyrdar á netinum eftir einum avtalaðum leisti.

Tá tað er nøktandi verður farið víðari at royndarkoyra hinar 3 myllunar. Finn Jacobsen sigur, at  um alt gongur eftir ætlan yvirtaka teir myllurnar 16. desember í ár, og tá kann SEV brúka myllurnar við fullari framleiðslu.

Til várs fer J&K Petersen at gera lendisarbeiðið heilt liðugt.

Tá tær seks vindmyllurnar í Flatnahaga fara undir framleiðslu verða ikki færri enn 25 vindmyllur í trimum vindmylnulundum í vindorkulandinum omanfyri Havnina. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2022

41 Leygardagur 05. november 2022

Suðuroy 84 prosent grøn í oktober

Í Suðuroy skaraði oktober mánaði framúr við grønari orku, og ongantíð áður hevur ein mánaði hilnast so væl við grønari orku sigur SEV frá á heimasíðu síni

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Orsøkin er partvís sera góð vind- og vatnviðurskifti og partvís nýggja battarískipanin og synkronkompensatorin í Porkeri, sum kom í rakstur í summar.

Heili 84 prosent av orkuframleiðsluni stavaðu frá grønum orkukeldum, meðan motorarnir á Vágsverkinum stóðu fyri 16 prosentum, sum er tað lægsta nakrantíð. Vindmyllurnar í Porkeri stóðu fyri  góðum 60 prosentum, og vatnorkuverkið í Botni stóð fyri góðum 23 prosentum av elorkuni.

Vágsverkið hevur ongantíð áður framleitt so fáar kilowatttímar úr olju, sum farna oktober. 0,47 GWt bleiv tað til, sum í tonsum svarar til góð 95 tons. Í tilsamans 22 dagar hevur Vágsverkið ligið stilt, meðan framleiðslan hevur verið 100 prosent grøn.

Samlaða framleiðslan í Suðuroy í oktober kom upp á 2,9 GWt, og skuldi Vágsverkið framleitt alla orkuna úr olju, hevði oljunýtslan umleið 600 tons. Sparingin er sostatt yvir 500 tons - bert í oktober. 

Áðrenn vindmyllurnar og tann stabiliserandi tøknin komu í Suðuroy, var býtið millum termiska- og varandi orku umleið 10-15 prosent varandi orka og 85-90 prosent olja. Vert er eisini at nevna, at tann møguliga vindframleiðslan var áleið tann sama í juli sum í oktober. Við battaríum og synkronkompensatorinum fekst 3 ferðir so nógv vindorka til høldar í oktober í mun til juli, sigur SEV frá í spennandi og góðu tíðindunum, sum koma fram júst sum Tórshavnar kommuna skipar fyri grønari orkuráðstevnu í Norðurlandahúsinum, og har m.a. SEV er ein av luttakarunum.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2022

42 Leygardagur 05. november 2022

Ísraelskur orkurisi við kós móti útbyggingum við føroyska markið

Ithaca Energy, hvørs móðurfelag er ísraelska gassfelagið Delek, fer nú á keypskálan í London fyri m.a. at kunna útvega sær fígging fyri at fara undir stórar útbyggingar av olju- og gassleiðum eystan fyri Føroyar

Verður avgerð tikin um at útbyggja olju- og gassleiðina Cambo eystan fyri føroyska markið, verður tað helst ein slíkur pallur vit fara at síggja um okkara leiðir um nøkur ár
SkrivaÐ:

Jan Müller

Nú um dagarnar varð kunngjørt, at Ithaca Energy, sum fyrr í ár keypti upp fleiri olju- og gassognir á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar, fer á keypsskálan í London og verður harvið eitt av teimum størstu orkufeløgunum í Norðsjónum og vestan fyri Hetland.

[object Object]
Tíðliga næsta ár vita vit, um tvær risastórar olju- og gasskeldur skamt frá føroyska markinum, Cambo og Rosebank, verða útbygdar til framleiðslu. Nógv bendir á, at fyristøðufeløgini Equinor og Ithaca Energy fara at geva grønt ljós til útbyggingarnar, sum kunnu fáa stóran týdning fyri leiting á føroyska landgrunninum eisini 

Við at taka slíkt stig verður felagið betri ført  fyri at kunna fara undir fleiri útbyggingar av olju- og gassleiðum. Bretska stjórnin hevur strongt á at fáa orkufeløg at fara undir úbyggingar, soleiðis at Bretland í 2040 kann framleiða alla ta orku tað brúkar.

Ithaca Energy, sum er dótturfelag hjá ísraelska Delek Energy,  hevur sett sær fyri at fylgja hesum ráðunum og skunda undir útbyggingar av fleiri av sínum olju- og gassleiðum her serstakliga vestan fyri Hetland. Avgerðin at fara á keypsskálan er eitt týðandi stig á leiðini at gera Ithaca eitt av teimum leiðandi orkufeløgunum á bretska landgrunninum. 

Ein tann mest týðandi keldan hjá felagnum er Cambo, sum liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum. Við í keypinum av ognunum hjá Siccar Point var eisini ognarluturin í eini aðrari stórari keldu, nevniliga Rosebank, har norska Equinor er fyristøðufelag. Endaligar avgerðir um at byggja út til framleiðslu Cambo og Rosebank verða tiknar í fyrru helvt av 2023.

Fara Equinor og Ithaca Energy at geva grønt ljós til hesar útbyggingar, so kann tað fáa týdning fyri eina føroyska olju- og gassframtíð eisini. Bæði tá hugsað verður um leiting føroysku megin markið eins og møguleikar hjá eini føroyskari veitingarvinnu at vera við til at veita vørur og tænastur til tvær útbyggingar, sum liggja so nær við markið. 

Við høgu orkuprísunum og tørvinum á orku sum heild ber til at ímynda sær, at orkufeløg eisini fara at hyggja eftir føroyska økinum aftur. Um góðar tveir mánaðir vita vit eisini, hvørji nýggj leitiøki nær við føroyska markið orkufelag hava ynskt at fáa í 33. bretsku útbjóðingini. 

Um somu tíð sum ljós verður varpað á útbyggingar av olju- og gassleiðum á bretska landgrunninum, frættist, at norska orkufelagið Equinor hevur í umbúnað at keypa ognirnar hjá kinverska orkufelagnum CNOOC í Norðsjónum fyri 20 mia. kr.

Øll hesi tíðindini bera boð um, at stór orkufeløg aftur eru farin at trúgva uppá eina framtíð í Norðsjónum og økinum millum Hetland og Føroyar, eftir at gongdin hevur staðið í stað nú í nøkur ár. Tað eru ikki so mong ár síðani, at fleiri av teimum stóru amerikonsku  orkufeløgunum so sum Chevron, ExxonMobil og onnur góvust við virkseminum í Norðsjónum fyri heldur at gera sína íløgur í USA og aðrastaðni í heiminum. 

[object Object]
Táverandi fíggjarmálaráðharrin Richie Sunak her á fundi við umboð fyri oljuvinnuna í Bretlandi um tað mundið hann álegði vinnuni ein eyka skatt 

Nú bendir so  nógv á, at Norðsjógvurin og her eisini økið eystan fyri Føroyar aftur eru vorðin áhugaverd bæði sum ein avleiðing av høgu orkuprísunum og í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina, sum hevur skapt ein ovurstóran tørv eftirspurning eftir m.a. olju og gassi.

Nú Bretland hevur fingið nýggja stjórn er stóri spurningurin, um nýggi forsætisráðharrin Sunak fer at fylgja somu kós sum undanfarnu forsætisráðharrarnir, Boris Johnson og Liz Truss, sum bæði ynsktu at menna olju- og gassvirksemið í Norðsjónum.

Enn ein týðandi spurningur í løtuni er lagnan hjá eyka skattinum á olju- og gassfeløg, nevndur Windfall Tax, har tað varð nettup Rishie Sunak sum fíggjarmálaráðharri, ið tók stig til henda skattin uppá 25 prosent. Nú ljóðar - eftir at stóru oljufeløgini hava havt methøgan vinning í tríðja ársfjórðingi - at eyka skatturin eisini eigur  at fevna um feløg, ið framleiða elorku við vindmyllum og sólútbúnaði eins og hann møguliga verður hækkaður enn meira. Hetta hevur stjórnin enn ikki tikið endaliga støðu til.

[object Object]
Mótstøðufólk mótmæla her ætlaðu útbyggingini av Rosebank leiðini nærhendis føroyska markið 

Eisini hevur verið tosað um at seta í verk somu skattaskipan í Bretlandi sum í Norra, har oljufeløg rinda 78 prosent í skatti. Í løtuni er skatturin í Bretlandi 65%, so talan vil tá vera um at hækka eykaskattin við 13 prosent aftrat fyri at røkka norska markinum. Tað er tó sera ivasamt, um myndugleikarnir fara so langt, tí tað kann vera við til at ræða oljufeløgini til at halda aftur við íløgum, í eini tíð, har tað er so umráðandi at økja um virksemi á bretska landgrunninum. 

Eftir standa so Cambo og Rosebank, sum skulu standa sína roynd. Úrslitið av tí kenna vit um nakrar mánaðir. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2022

43 Leygardagur 05. november 2022

Danska flogvápnið ávarar um flogvenjingar

Í Føroyum vórðu borgararnir ikki ávaraðir áðrenn hernaðarflogfar buldraði yvir bygt øki - í Danmark senda tey út ávaring frammanundan

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í sambandi við at eitt hernaðarligt bretskt flutnings- og eftirlitsflogfar herfyri gjørdi nakrar flúgvingar yvir Føroyar í óvanliga lágari hædd, hevur verið sagt, at orsøkin til at íbúgvarnir, sum vórðu órógvaðir av hesi flúgving, ikki vórðu ávaraðir frammanundan, tí at so verður ikki gjørt í sambandi við kreppustøður – heldur ikki tá talan er um venjing.

Men í dag hevur danska flogvápnið sent út eina almenna frágreiðing, sum ávarar um hernaðarlogar flogvenjingar í næstum við teirra F-16 jaðaraflogførum.

Frágreiðingin er send út í sambandi, at tað í næstum verður vant við hesum flogførum í myrkri, og tí kunnu fólk verða órógvað av tí nógva larminum, sum hesi flogfør geva frá sær í tíðum á samdørginum, sum ikki eru vanligar.

Flogvápnið skrivar soleiðis í fráboðanini á Facebook-vanga sínum.

- Um tit uppliva støðuga rumlan yvir longri tíð á himmalinum, er talan um venjing í “Close Air Support”, har flogskipararnir venja í at hjálpa egnum herdeildum við at bumba fíggindan við neyvum vápnum.

Flogvenjingarnar verða gjørdar í samstarvi við herfólk á landi. Fyri tað mesta enda slíkar venjingar klokkan 20, men í komandi viku verða venjingarnar til kl. 23.45, skrivar flogvápnið, sum tó ikki sigur hvar í landinum, venjingarnar verða.

Umrøddu flogvenjingar fara einans fram á donskum loftøki og koma tí ikki at órógva føroyingar, upplýsir flogvápnið. 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2022

44 Leygardagur 05. november 2022

Lula vann á Bolsonaro

Mánanáttina gjørdist greitt, eftir atkvøðurnar frá seinna umfari av brasilska forsetavalinum vórðu taldar upp, at tað verður fyrrverandi forsetin, Luis Inacio Lula da Silva, sum fer at stýra landinum frá 1. januar

Luis Inacio Lula da Silva vann forsetavalið í Brasil mánanáttina (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrrverandi brasilski forsetin, 77 ára gamli Luis Inacio Lula da Silva, eisini nevndur Lula, hevur vunnið forsetavalið í Brasil.

Tað gjørdist greitt mánanáttina, at hann hevði fingið 50,9 prosent av atkvøðunum í seinna valumfarinum, meðan sitandi forsetin, Jair Bolsonaro fekk 49,1 prosent av atkvøðunum.

Lula var forseti í tíðarskeiðnum 2003 til 2010. Í 2018 varð hann dømdur í fongsul fyri mutur og hvítvasking, men seinni varð hann tó leyslatin aftur eftir 580 dagar, tá brasilski hægstirætturin ógildaði dómin.

Lula verður væntandi tikin í eið sum forseti aftur 1. januar 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2022

45 Leygardagur 05. november 2022

Elon Musk er nú stjóri á Twitter

Stutt eftir at hava keypt sosiala miðilin, koyrdi amerikanski ríkmaðurin gomlu leiðsluna frá, og nú hevur hann sett seg sjálvan í stjórasessin

Elon Musk, ið er ríkasti maður í heiminum, hevur keypt Twitter fyri tað, ið svarar til 326 milliardir krónur (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin varð keypið hjá amerikanska ríkmanninum Elon Musk av sosiala miðlinum Twitter avgreitt, og stutt eftir hetta koyrdi hann leiðsluna frá.

Í vikuni skrivaði Reuters, at Elon Musk hevur sett seg sjálvan sum stjóra í fyritøkuni, sum hann keypti fyri 44 milliardir dollarar (326 milliardir krónur).

Elon Musk, ið er ríkasti maður í heiminum í løtuni, er stjóri í fleiri øðrum fyritøkum, m.a. SpaceX og Tesla. Og partabrævið hjá Tesla er minkað munandi í virði, síðan Elon Musk í apríl boðaði frá, at hann ætlaði at keypa Twitter.

Partabrævið hjá Tesla er minkað ein triðing í virði, síðan keypið varð fráboðað. Til samanberingar minkaði vísitalið S&P 500 12 prosent í sama tíðarskeiði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2022

46 Leygardagur 05. november 2022

Russland tikið seg úr kornavtaluni

Orsøkin er, sigur Russland, at Ukraina hevur lopið á fleiri skip á Krim, og kann landið tí ikki tryggja tey skipini, sum taka lut í avtaluni. Í Ukraina siga tey, at tað eru russar sjálvir, sum standa aftanfyri, og brúka tey hetta sum umbering fyri ikki at fylgja avtaluni

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Russland hevur tikið seg úr avtaluni um kornútflutning í Ukraina.

Orsøkin er, sambært Russlandi, at eitt krígsskip, sum lá í havnabýnum Sevastopol á Krim-hálvoynni, varð álopið av dronum leygardagin, og álopið rakti eisini skip, sum høvdu til endamáls at veita trygd í sambandi við útflutning av korni.

Russar siga, at Ukraina stendur aftanfyri, og hevur russiska verjumálaráðið tí boðað frá, at Russland tekur seg úr avtaluni, tí landið ikki sigur seg kunna tryggja tey farmaskipini, sum taka lut í avtaluni.

Sambært Ritzau vísa tey í Ukraina aftur, at tað eru tey, ið standa aftanfyri álopið. Tey leggja russar undir sjálvir at standa aftanfyri og brúka tað sum umbering fyri at taka seg úr avtaluni.

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba heitir á lond um at krevja, at Russland fylgir avtaluni.

Stephane Dujarric, talsfólk hjá ST sigur tað eisini vera umráðandi, at avtalan verður hildin. Hon hevur eina "jaliga ávirkan á atgongdina til mat hjá fleiri milliónum fólkum kring heimin", og tí er tað umráðandi, at partarnir ikki gera nakað, sum kann seta avtaluna í vanda.

Tað var fyrr í hesum árinum, at avtala kom í lag millum Russland, Ukraina, ST og Turkaland eftir drúgvar samráðingar. Avtalan gjørdi tað møguligt hjá Ukraina at útflyta korn aftur, sum landið annars ikki hevði kunnað, av tí at Russland blokeraði fyri útflutninginum umvegis ukrainskar havnir. Men í august varð útflutningurin tikin uppaftur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2022

47 Leygardagur 05. november 2022

- Kundi verið spennandi at roynt seg uttanfyri Skandinavia

31-ára gamli landsliðsbakkurin er ikki longur knýttur at Helsingborgs. Talan var um eina fíggjarliga avgerð hjá svenska felagnum, sum nú flytur niður, sigur hann. Umboðsmaðurin hjá Viljormi er nú farin til verka

Viljormur Davidsen greiðir frá, at ein optión í sáttmálanum varð útloyst, og at næsta fetið á yrkisleiðini nú skal kannast og hugsast ígjøgnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað hevur verið ein optión (klasulur) í mínari kontrakt, sum segði, at eg kundi verða leysur av felagnum nú 1. januar. Tað hevur Helsingborg so brúkt, tí felagið metti, at eg var for dýrur at vera verandi; so hetta snýr um økonomi.

Soleiðis greiðir Viljormur Davidsen Portalinum frá, tá vit spyrja verandi føroyska landsliðsliðformannin um, hví hann ikki heldur fram í Helsingborgs.

Søguríka svenska felagið boðaði fríggjadagin frá, at partnarnir nú eru samdir um at stegða samstarvinum. Viljormur og Helsingborgs, ið flytir niður aftur í næstbestu svensku deildina, høvdu annars avtalu fyri 2023 eisini.

[object Object]
Viljormur Davidsen hevur spælt 62 A-landsdystir í Føroyum og hevur spælt uttanfyri landoddarnar síðani 2013 (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Vinstri bakkurin hevur í ár spælt 28 dystir í bestu svensku deildini - 27 av teimum frá byrjan - og hevur eftir summarferiuna verið liðformaður. Nú skal næsta fetið hugsast ígjøgnum. Royndi leikarin kann ikki siga so nógv um tað enn, men nevnir fyri Portalinum, at eitt ævintýr longur burtur frá Føroyum kann lokka:

- Nú fari eg at kanna marknaðin, og agenturin hja mær er farin ígongd. Tað kundi til dømis verið spennandi at prøva okkurt uttan fyri Skandinavia

Viljormur Davidsen hevur síðani 2013 spælt í júst Skandinavia; níggju ár í Danmark har tað fyrst var Fredericia og síðani átta ár í Vejle. Hann er nú 31-ára gamal. 

Næsta uppgávan hjá Viljormi er venjingardystir við landsliðnum, sum spælir í Kekkia 16. november og og í Kososvo 19. november.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2022

48 Leygardagur 05. november 2022

- Sjálvsagt ein dreymur sum er blivin til veruleika

Soleiðis sigur 18-ára gamli Martin Agnarsson um A-landsliðsúttøkuna. Skjóti vinstrabeinti havnarmaðurin hevur roynt at verið eyðmjúkur og arbeiðissamur, og tað gevur úrslit; eisini hevur skiftið til Viborg givið honum uppaftur meira

- Eg haldi, at høvuðsorsøkin til at eg eri komin í hesa støðuna er, at eg havi verið eyðmjúkur og arbeiðssamur frá byrjan av. So spælir flytingin frá B36 til Viborg kanska eisini inn, har eg havi tikið tað næsta fetið at blíva yrkisleikari (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað er ein sera góð kensla at endiliga vera komin á A-landsliðið. Hetta hevur sjálvsagt verið ein dreymur hjá mær, sum er blivin til veruleika, og tað eri eg sera takksamur fyri. 

Tað sigur 18-ára gamli Martin Agnarsson við Portalin, stutt eftir at tað varð kunngjørt, at hann verður í A-landsliðshópinum til venjingardystirnar móti Kekkia og Kosovo seinni í mánaðinum.

Spurdur um hví hetta kemur nú, svarar havnarmaðurin í Viborg soleiðis.

- Eg haldi, at høvuðsorsøkin til at eg eri komin í hesa støðuna er, at eg havi verið eyðmjúkur og arbeiðssamur frá byrjan av. So spælir flytingin frá B36 til Viborg kanska eisini inn, har eg havi tikið tað næsta fetið at blíva yrkisleikari.

Í UEFA Europa Conference League-dystunum hjá B36 móti Viborg í summar gjørdi Martin so nógv vart við seg, at danska felagið stutt eftir valdi at keypa kvika vinstrabeinta leikaran.

Eftir 15 umfør liggur liðið á øðrum plássi í Superliguni - trý stig aftan fyri FC Nordsjælland - og Martin spældi sínar fyrstu dystir síðst í oktober: Fyrst í steypasigri á Ishøj, har havnarmaðurin varð skiftur inn í longdu leiktíðini, tá Viborg var aftanfyri, og síðani í yvirtíðini í 3-1 sigrinum í Aalborg fyri viku síðani.

[object Object]Martin Agnarsson hevur funnið seg til rættis í Viborg

Martin Agnarsson hevur verið í hópinum hjá besta liðnum sjey ferðir higartil. Hann sigur við Portalin, at hann trívsit væl í jútska býnum og felagnum, hóast tað er nógv at venja seg við,  og at hann nú fylgir betri við.

- Fyrsta tíðin í Viborg hevur verið góð. Her eru nógv ting, sum eg havi verið noyddir at vant meg við: Alt er nýtt við nýggjum liði, nýggjum býi og tað at búgva einsamallur. Hugsa vit um fótbólt, so hevur tað verið nokk so avbjóðandi, men eg føli, at eg klári betur og betur at fylgja við tempoðinum og at eg kropsliga klári at vera á sama støði sum hinir. 

- Hetta er ein uppliving fyri meg, og við tíðini skulu fólk nokk fara at síggja meg á tí stóra pallinum oftari.

Martin Agnarsson er ein av teimum sjey, sum fyri fyrstu ferð eru úttiknir til A-landsliðið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2022

49 Leygardagur 05. november 2022

Ein rúgva av nýggjum leikarum í landsliðshópinum

Bárður á Reynatrøð, Noah Mneney, Hanus Sørensen, Samuel Chukwudi, Stefan Radosavljevic, Martin Agnarsson og Jann Benjaminsen eru á fyrsta sinni úttiknir til A-landsdystir

Bárður á Reynatrøð og Noah Mneney (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hópurin til venjingardystirnar í Kekkia og Kosovo seinni í hesum mánaðinum, var kunngjørdur mánadagin.

Merkisvert er, at nógv nýggj nøvn eru á listanum hjá Håkani Ericson og toymi hansara.

Greitt er millum annað, at Bárður á Reynatrøð, Noah Hans Mneney, Hanus Sørensen, Samuel Johansen Chukwudi, Stefan Radosavljevic, Martin Agnarsson og Jann Julin Benjaminsen allir eru úttiknir.

Tað hava hesir sjey ikki verið fyrr. Noah Mneney var tó í hópinum til dystin móti Turkalandi seinast. Víkinga-leikarin var innkallaður, eftir at Hallur Hansson varð skaddur.

Talan er í stóran mun um ein ungan hóp, har nakrir royndir leikarar, ið eru nakað darvaðir av skaða, ikki eru við.

Hópurin - 24 mans - sæst her: 

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklubb (Noreg)
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Heðin Hansen, HB
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Samuel Johansen Chukwudi, Union St. Gillioise (Belgia)
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Jann Julin Benjaminsen, IL Hødd (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Noah Hans Mneney, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36
Rene Shaki Joensen, KÍ
Stefan Radosavljevic, HB
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Pætur Petersen, HB

Eftir úttøkuna boðaði Jákup B. Andreasen, at hann ikki hevur møguleika at vera við á landsliðsferðini hesaferð. Í hansara stað hevur Håkan Ericsson úttikið unga toftamannin Andrias Edmundsson, ið spælir fyri spanska felagið Aguilas FC.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2022

50 Leygardagur 05. november 2022

Víkingur fór avstað við steypinum

Eitt brotsspark síðst í dystinum avgjørdi. Víkingur fór avstað við steypinum framman fyri nøsini á KÍ

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá teir nógvu áskoðararnir á Tórsvølli mestsum vóru farnir at fyrireika seg til longda leiktíð, fekk Víkingur brotsspark.

Tann møguleikin var ikki misnýttur, og Sølvi Vatnhamar setti bóltin í netið til 1-0 til Víking, sum eisini gjørdist úrslitið.

KÍ hevði stóran part av spælinum, men fekk einki burturúr.

Frøin var sum vera mann øgilig á teimum úr Gøtu og Leirvík.

KÍ - Víkingur 0-1 (0-0)
87' Sølvi Vatnhamar (br.)

Sverri Egholm tók myndirnar. Fleiri myndir síggjast her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2022

51 Leygardagur 05. november 2022

KÍ-kvinnurnar vunnu stóra steypið

Klaksvíkskvinnur eru greipuvinnarar 2022

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Klaksvíkskvinnur vunnu leygardagin steypafinaluna á HB 2-1, og eru sostatt greipuvinnarar 2022.

HB spældi annars væl, og við hepni kundu havnarkvinnur farið avstað við øllum. Men tað er KÍ, sum hevur verið støðugt alt kappingarárið og eisini vann FM, sum vann steypafinaluna hjá kvinnum.

Durita Hummeland og Tóra Mohr skoraðu málini hjá KÍ, og Lív Rúnadóttir skoraði fyri HB.

HB kv. - KÍ kv. 1-2 (1-1)
20’ Durita Hummeland 0-1
28’ Lív Rúnadóttir 1-1
56’ Tóra Mohr 1-2

Sverri Egholm tók myndirnar. Fleiri myndir kunnu síggjast her

[object Object]Durita Hummeland - ein av málskorarunum

[object Object]

[object Object]Síðsti sigurin hjá KÍ-venjaranum, Jens Wedeborg, áðrenn hann flutti heim aftur til Svøríkis

[object Object]

[object Object]
Besti spælari í steypafinaluni, Jórun Patawary (í miðjuni), saman við mammuni Ragna Patawary (til høgru) og mostrini Rannvá B. Andreasen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2022

52 Leygardagur 05. november 2022

Mikkjal Thomassen nýggjur høvuðsvenjari í Fredrikstad

Fredrikstad FK boðaði týsdagin frá, at Mikkjal Thomassen er nýggjur venjari hjá felagnum, sum spælir í næstbestu norsku deildini

(Mynd: Fredrikstad FK)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍ-venjarin, Mikkjal Thomassen, var týsdagin kunngjørdur sum nýggjur høvuðsvenjari í Fredrikstad FK, sum spælir í næstbestu norsku deildini.

46 ára gamli gullvenjarin kemur úr starvi sum høvuðsvenjari hjá KÍ seinastu átta árini, og sigast má, at hann hevur lyft KÍ upp á eitt nýtt støði.

- Eg eri sera spentur at taka uppgávuna á meg, og eg síggi stórt potentiali í felagnum, sigur Mikkjal Thomassen við heimasíðuna hjá Fredrikstad FK.

Fredrikstad FK endaði nummar 10 av 16 í næstbestu norsku deildini í fjør, og hevur ikki verið í bestu deildini síðani 2012.

Felagið hevur vunnið níggju norsk meistaraheiti - tað seinasta í 1961 - og ellivu steypagull - tað seinasta í 2006.

Talan er um ein trý ára sáttmála millum Mikkjal Thomassen og Fredrikstad FK.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2022

53 Leygardagur 05. november 2022

Stórur áhugi fyri Áka Samuelsen

18-ára gamli Áki Samuelsen var í síðstu viku og royndarvandi við Twente í Niðurlondum, og áhugi er eisini úr øðrum stórum fótbóltstjóðum. Havnarmaðurin stríðist tó við ein skaða í fótinum í løtuni

Áki Samuelsen í U21-landsdysti fyri Føroyar. Hann gjørdi veruliga vart við seg, tá hann var við U19-landsliðnum herfyri, og lið úr nógvum ymiskum londum ynskja at hyggja nærri eftir unga havnarmanninum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í september var føroyska U19-landsliðið til serstaka kapping í Spania, har mótstøðuliðini vóru U18-landsliðini hjá Onglandi, Belgia og Niðurlondum.

Føroyska liðið stóð seg væl og tapti tepurt fyri Onglandi og Niðurlondum og var móti síðstnevnda á odda, tá 88 minuttir vóru leiktir.

Áki Samuelsen skoraði bæði føroysku málini í hesum dystinum, og var ein av heilt eyðsýndu leikarunum hjá Føroyum í kappingini. 18-ára gamli álopskendi miðvallarin, ið hevur verið fastur maður hjá HB í ár, skoraði eisini móti Onglandi, og áhugin fyri honum uttanlands hevur síðani verið stórur.

Portalurin hevur fingið upplýst, at fyrst var talan serliga um feløg úr Belgia og Niðurlondum, og higartil hevur úrslitið verið ein royndarvenjing í Twente. 

Besta liðið hjá felagnum úr býnum Enschede endaði nummar fýra í Eredivisie síðsta kappingarár. Áki Samuelsen fór til Enschede fyri viku síðani, men var óheppin og gjørdist skaddur til sína fyrstu, og higartil einastu venjing, við felagnum.

Talan er um ein fótskaða. Áki Samuelsen upplýsir fyri Portalinum, at tað helst ikki er talan í brot, og at hann vónandi verður til reiðar til U19 EM-undankappingardystirnar í Kroatia seinna í mánaðinum.

Ælanin er eisini, at evnaríki leikarin skal uttanlands at royna seg aftur, tá hann er komin fyri seg.

Umframt úr Belgia og Niðurlondum, er áhugi eisini úr uppaftur størri tjóðum: Úr Fraklandi, Italia, Spania og Týsklandi, váttar Áki Samuelsen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2022

54 Leygardagur 05. november 2022

Kristian Joensen aftur í Runavík

Glyvramaðurin vendir aftur til røturnar og spælir næsta kappingarár í næstbestu deildini við NSÍ

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Komandi kappingarár verður Kristian Joensen aftur í gulum. Eftir drúgva útlegd, er 29 ára gamli málmaðurin av Glyvrum vendur heim aftur til røturnar. 

Hesum boðar NSÍ frá á heimasíðuni.

– Vit skulu byggja upp. Tí mugu vit finna loysnir, sum vara fram í tíðina. Í Kristiani hava vit fingið ein leikara við drúgvum royndum. Tí kann hann vera ein av stuðulsleikarunum á NSÍ-liðnum fleiri ár fram í tíðina. Fyrsta stigið verður at koma aftur í bestu deildina, og eru vit tí sera fegin um, at Kristian vil vera við at byggja felagið upp aftur, sigur Karstin Joensen, formaður í NSÍ.

Kristian hevur í fleiri ár leikt við KÍ, til hann í ár skifti til EB/Streym, har hann hevur havt eitt sera gott kappingarár. Fleiri ferðir seinastu árini hevur Kristian Joensen eisini verið rundan um landsliðið. Næsta kappingarár verður hann aftur at síggja har, sum alt byrjaði.

Sáttmálin við NSÍ er galdandi í trý ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2022

55 Leygardagur 05. november 2022

Matthias Præst Nielsen yvir um brúnna at spæla

Hann kom í summar til AB, men nú hevur HB keypt 22 ára gamla danan leysan úr sáttmálanum á Argjum

(Mynd: AB)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Danin Matthias Præst Nielsen spælir komandi ár í reyðum og svørtum. HB hevur gjørt avtalu við AB um at vit keypa 22-ára gamla danan leysan úr sáttmálanum. Keypsupphæddin verður ikki upplýst.

Matthias er miðvallari, og hevur fingið sína fótbóltsuppaling í Vejle. Í 2018 skifti hann til AC Horsens, har hann eisini fekk sínar fyrstu minuttir í Superliguni. Síðani spældi hann nøkur ár í Middelfart, áðrenn hann í summar skifti til AB. Hann var eyðsýndur á AB-liðnum, sum við einum frálíkum endaspurti bjargaði sær plássið í Betri deildini, millum annað við einum 2-1 sigri á HB á Argjum.

– Eg eri ógvuliga glaður fyri tíðina í AB, men tað kemst ikki uttanum, at HB er eitt størri felag. Og fótbóltur, sum HB spælir, hóskar sera væl til mín. Tá tað kemur til stykkis, haldi eg at vit hóska væl saman, sigur Matthias Præst Nielsen við heimasíðuna hjá HB.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2022

56 Leygardagur 05. november 2022

Alex Mellemgaard spælir á Toftum næsta ár

30-ára gamli vinstri bakkurin fer nú aftur at spæla fast á hægsta støði og undir Jákupi á Borg. Greitt er eisini, at danskur málverji, ið stóð væl í avgerandi dystum, heldur fram á Toftum

Alex Mellemgaard fer at hava heimavøll á Svangaskarði í 2023 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Alex Mellemgaard spældi bert tveir dystir í Betrideildini í ár. Argjamaðurin valdi at steðga á hægsta stigi eftir kappingarenda í 2021 og eftir átta kappingarár í B36. Heitt var tó á tekniskst sterka vinstra bakkin, tá B36 fyrst í september hevði nógvar leikarar úti - Alex spældi eisini sjey dystir í 1. deild júst farna kappingarár.

Fýra av árunum í B36 var Jákup á Borg venjari hjá Alex, og tað er helst eingin ivi um, at B68-venjarin hevur gjørt sítt til fyri at fáa nú 30-ára gamla vinstra bakkin, við næstan 200 dystir í Betrideildini, at knýta seg til at spæla á hægsta støði í Føroyum aftur.

B68 kunngjørdi á ársveitslu sínari farna leygarkvøld, at Alex er teirra í 2023. Talan kann gerast um eyðsýndan styrk hjá liðnum, sum stríddi seg upp á eitt 6. pláss í oktober.

[object Object]
Alex Mellemgaard var í nógv ár stuðulsleikari hjá B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Ein av teimum, ið var umráðandi í væleydnaðu bjargingarroyndini hjá B68, var málverjin Benjamin Schubert. 26-ára gamli danin kom til Toftir í september, tá B68 tørvaði ein málverja.

Schubert var málverji nummar seks hjá B68, og vardi málið í seks dystum. Í hesum dystunum fekk liðið hjá Jákupi á Borg 10 stig - vann á B36, NSÍ og HB og spældi javnt móti EB/Streymi - og hetta svarar til ein triðing av stigunum hjá B68 í 2022. 

[object Object]
Benjamin Schubert stóð seg væl síðstu umførini (Mynd: Sverri Egholm)

Benjamin Schubert lat átta mál inn í hesum seks dystunum. Um hugt verður eftir hinum 21 dystunum, so var miðalttalið hjá B68 í mun til mál ímóti pr. dyst tvey (2,0) Danin, ið kom frá Sønderjyske, gjørdi eisini vart við seg, við at vera sterkur í beininum - við bóltinum - og í samskiftinum við verjuna.

Benjamin varð leigaður, men nú hava hann og B68 gjørt eitt-árs sáttmála, ið B68 eisini kunngjørdi síðsta vikuskifti. Rói Mørk Hentze er so mikið darvaður av skaða í knænum, at hann helst ikki fær spælt nakað í 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2022

57 Leygardagur 05. november 2022

Nations League hjá kvinnum byrjar næsta ár

- Við hesum leistinum fara vit alt annað líka at fáa nógv fleiri tættar dystir, har vit veruliga kunnu spæla við og gerast betri sum lið. Hetta sigur Ásla Johannesen, liðskipari á landsliðnum

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nú verða fleiri av dystunum hjá A-landsliðnum við kvinnum móti londum, sum eru í umleiði sama styrkislagið sum Føroyar.

Tað er í stuttum endamálið hjá UEFA, sum nú hevur tikið endaliga avgerð um at seta Nations League í verk á kvinnusíðini í fótbólti. Evropeiska fótbóltssamgongan hevur í vikuni kunngjørt, at kvinnurnar frá komandi landsliðsári at rokna fara at spæla Nations League kapping, og at undankappingarnar til stóru endaspølini (EM og HM) eisini verða spæld eftir sama leisti í framtíðini

– Hesari avgerðini hava vit bíðað eftir við spenningi, og eg eri glað fyri, at vit nú ordiliga kunnu síggja fram til ein nýggjan kappingarleist. Tað er sjálvandi eisini stórt og spennandi at sleppa at spæla móti teimum bestu í Evropa, sum vit jú hava gjørt nógv seinastu árini. Men við hesum leistinum fara vit alt annað líka at fáa nógv fleiri tættar dystir, har vit veruliga kunnu spæla við og gerast betri sum lið,

Hetta sigur Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá FSF. Føroyska kvinnulandsliðini hevur seinastu undankappingarnar stríðst móti yvirveldi ferð eftir ferð og lagt rygg til nógv stórtap. Einki stig er komið til høldar.

Um Nations League, sum byrjar næsta ár, skrivar Fótbóltssambandið, at spælt verður eftir sama leisti, sum vit longu kenna tað frá manssíðuni, men á kvinnusíðuni verður talan um tríggjar deildir.

- Í A-deildini verða 16 tey ovastu liðini á styrkislistanum koyrd í fýra bólkar við fýra liðum í hvørjum, og tað sama verður galdandi í B deildini, har 16 tey næstu liðini á styrkislistanum verða at finna. Restin av londunum – tað eru í løtuni 19 lond – fara at spæla í C deildini, har tað vera fýra bólkar við fýra londum og ein bólkur við trimum. Føroyar eru í løtuni nummar 100 á FIFA styrkislistanum og byrja sostatt nýggja kappingarleistin í C deildini.

Lutakast til fyrstu Nations League kappingina hjá kvinnum verður í mars mánaði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2022

58 Leygardagur 05. november 2022

Váttað: Hákun hevur skrivað undir við Füchse Berlin

Gjørdi aftur góðan figur týskvøldið, tá danska lið hansara í Týsklandi vann evropeiskan dyst móti ukreinskum liði

Hákun West av Teigum í landsdysti móti Týsklandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stóra hondbóltsfelagið í týska høvuðsstaðnum, Füchse Berlin, váttar nú at tey hava skrivað undir við unga vongin á føroyska landsliðnum, 20 ára gamla Hákun West av Teigum.

Har er ætlanin, at Hákun kemur at avloysa legendariska danska leikaran av føroyskari ætt, Hans Lindberg, sum ikki fær sín sáttmála longdan.

Hákun West av Teigum flutti sum 16 ára gamal til Danmarkar fyri at satsa upp á hondbóltin, og royndi seg fyrstu ferð í bestu deildini longu í kappingarárinum 2020/21.

Núverandi liðið hjá Hákuni, Skanderborg-Aarhus Håndbold luttekur í ár í European League fyri fyrstu ferð, og er í bólki við júst Füchse Berlin.

Í skrivinum, sum týska felagið týsdagin legði út á heimasíðuna verður víst á, at at Hákun er ein klassaspælari eitt nú við at skora 11 mál móti Eurofarm Pellister í sínum fyrsta europeiska dysti fyri danska felag sítt.

Týskvøldið spældi Skanderborg-Aarbus móti ukreinska liðnum HC Motor Zaporizhscha. Dysturin varð spældur í Düsseldorf í Týsklandi, og danska liðið vann sannførandi 37-31. Hákun West av Teigum skoraði seks mál í seks royndum.

6. desember skal Hákun til týska høvuðsstaðin fyri at spæla móti komandi felagi sínum, sum liggur ovast í bólki D í Europa League við fýra stigum fyri tveir dystir, eins og Skanderborg-Aarhus. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2022

59 Leygardagur 05. november 2022

Lítið riggaði í Kosovo

Føroysku kvinnurnar taptu fyrra dystin við trimum málum. Lítið riggaði hjá okkara, sum taptu 27-24

Marianna Geirsdóttir Eystberg gjørdist toppskjútti við 10 málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein ørgrynna av tekniskum villum og brendum skotum. Tað gekk ikki væl hjá føroyska kvinnulandsliðnum í Kosovo hóskvøldið, tá fyrri av tveimum HM-playoff dystum varð leiktur.

Kosovo var á odda 13-14 í steðginum, men í seinna hálvleiki dró heimaliðið frá, og vann dystin 27-24.

Var tað ikki fyri Rakul Wardum í málinum, stóð heilt illa til. Føroyskur toppskjútti gjørdist Marianna Geirsdóttir Eystberg við tíggju málum. 

- Hetta er eitt vónbrot. Hetta er ikki tað, man hevði væntað, og eg haldi ikki tær spæla upp til tað tær kunnu, segði Birgir Hansen, viðmerkjari í Kringvarpinum, aftaná dystin í kvøld.

Seinni dysturin verður í dag klokkan 18:30, og verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum.

Føroyar kv. - Kosovo kv. 24-27 (13-14) 

Málskjúttar hjá Føroyum:
Marianna Geirsdóttir Eystberg 10 (6)
Súna Krossteig Hansen 7
Jana Mittún 5
Ingibjørg Olsen 1
Ninna Katrin Johansen 1

Málverja:
Annika Fríðheim Petersen 1 bjarging
Rakul Wardum 9 bjargingar


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2022

60 Leygardagur 05. november 2022

Aftur fimm mál á muni móti Íslandi

Seinni landsdysturin millum Føroyar og Ísland endaði eisini við 5-máls muni. Úrslitið gjørdist 27-22 til Ísland

Maria Páldóttir Nólsoy gjørdist toppskjútti við átta málum (Savnsmynd: IHF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hóast sami munur var í Klaksvík sunnudagin, sum á Skála dagin fyri, so var talan um ein heilt annan dyst. Ísland sat greitt á fyrra hálvleiki og legði seg á odda 5-0, áðrenn føroysku kvinnurnar fingu hol á. 

5-1 verjan hjá føroyum megnaði ikki at halda kropssterku skjúttunum hjá Íslandi, sum ferð eftir ferð krossaðu og komu til skot útifrá. Samstundis brendu okkara illa og gjørdist munurin stórur beinanvegin. Hálvleiksstøðan var 15-8.

Í seinna hálvleiki kom vend í og vóru føroysku kvinnurnar omaná. 6-0 verjan riggaði betri enn 5-1 og kom 18-ára gamla Maria Pálsdóttir Nólsoy inn í føroyska álopið og gjørdi veruligan mun. Hon skoraði heili 8 mál uppá ein hálvleik. Talan var um bæði skot útifrá, gjøgnumbrot og fleiri brotskøst. Føroyska liðið fekk tískil minka um munin til endaligu støðuna 27-22 til Íslands.

Talan hevur verið um tveir sera gevandi venjingardystir móti Íslandi undan HM-undankappingardystunum móti Kosovo, sum verða leiktir komandi hós- og leygardag. Føroyska liðið hevur fingið størri breidd og er verulig kapping um plássini. Føroysku málverjarnir hava staðið seg væl í báðum dystunum, verjan hevur til tíðir verið heilt góð og álopsspælið hevur verið skjótt og flytført.

Málskjúttar:
Maria Pálsdóttir Nólsoy 8 (7), Maria Halsdóttir Weyhe 4 (3), Lív Bentsdóttir Zachariasen 3, Jana Mittún 2, Brynhild Pálsdóttir 2, Marianna Geirsdóttir Eystberg 1, Pernille Brandenborg 1, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2022

61 Leygardagur 05. november 2022

Hoyvíkingar taptu við seks málum

H71 tapti 27-21 í fyrra dystinum móti serbiska RK Partizan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Menninir hjá H71 leiktu fríggjakvøldið fyrra dystin móti serbiska RK Partizan í European Cup, og taptu 27-21.

Báðir dystirnir verða leiktir í Beograd í Serbia, og tann seinni verður leiktur sunnudagin klokkan 17 okkara tíð.

Tað er heimaliðið RK Partizan, sum eru favorittur at vinna uppgerðina, og tað vístu serbar eisini í fyrsta dystinum, sum H71 tapti við seks málum.

Hoyvíkingar vóru væl við frá byrjan, og tá 22 minuttir vóru leiktir var støðan 10-9 til H71. Men sum frá leið dragnaði H71, og støðan í hálvleikinum var 14-11.

Toppskjútti gjørdist Rói Ellefsen á Skipagøtu við átta málum.

Seinni dysturin verður sunnudagin klokkan 17 føroyska tíð. 

H71 - RK Partizan 21-27 (11-14)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2022

62 Leygardagur 05. november 2022

Nýggjur venjari settur í Klaksvík

Borce Markovski, ið er úr Norðurmakedonia, avloysir Heina Hanusarson sum høvuðsmann hjá Team Klaksvík. 52-ára gamli venjarin hevur áður verið í StÍF og heldur eisini fram sum ungdómsvenjari í ÍA

Borce Markovski kom upprunaliga til Føroya fyri at vera venjari hjá StÍF (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í síðstu viku gjørdist greitt, at Heini Hanusarson var givin sum venjari hjá Team Klaksvík. Hann tók við miðskeiðis í kappingarárinum í fjør, men vantandi útlit til líkinda úrslit vóru sambært Heina orsøkin til, at felagið nú aftur noyddist at fara at leita eftir venjara.

Viðkomandi varð skjótt funnin og hevði hann í vikuni sína fyrstu venjing við liðnum. Talan er um um 52 ára gamla Borce Markovski, ið er úr Norðurmakedonia. Hann hevur áður hevur vant besta mansliðið og ungdómslið hjá StÍF og hevur síðstu mánaðirnir verið høvuðsungdómsvenjari í ÍA á Argjum. Hetta heldur hann fram við.

- Team Klaksvík ynskir at takka ÍA fyri, at møguligt hevur verið at fingið hesa avtaluna í lag.

Borce Markovski er fakliga sterkur venjari, sum er Master Coach Licence frá EHF og hevur útbúgving innan Physical Sport and Health.

Team Klaksvík hevur tvey stig fyri fýra dystir hetta kappingarárið. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2022

63 Leygardagur 05. november 2022

Team Klaksvík vann í høvuðsstaðnum

Neistin stríddi seg inn í dystin aftur, men klaksvíkingar vóru stinnari móti endanum og eru nú á 4. plássi. Harvið varð talan um góða byrjan hjá nýggja venjaranum hjá Team Klaksvík

Jens Pauli Mohr skoraði seks mál fyri Team Klaksvík í høllini á Hálsi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein dystur var í Burn-deildini týskvøldið. Hann var í Høllini á Hálsi.

Talan var um dyst nummar fimm hjá hesum báðum liðum í hesum kappingarárinum. Neistin og Team Klaksvík høvdu tvey stig - ein sigur - hvør, og tí var talan um týdningarmiklan dyst.

Heimaliðið byrjaði nakað betri og var á odda við tveimum málum, tá Hanus Árason miðskeiðis í hálvleikinum fekk beinleiðis reytt kort. Hetta var ein smeitur fyri teir í bláum, Team Klaksvík tók yvir og kom fyrstu ferð á odda í dystinum, tá fýra minuttir restaðu í av fyrra hálvleiki. 

Í steðginum var munurin trý mál, og Team Klaksvík hevði veruliga yvirvág fram til seinna helmingin av seinna hálvleiki. Tað gingu næstan tíggju minuttir uttan eitt Team Klaksvík-mál, og Neistin kom á javnt við fýra málum á rað. 

Útiliðið vann tó síðstu stóru seks minuttirnar 5-2 við millum annað tveimum málum frá vestmenninginum Jóhan í Garðastovu, ið gjørdist javnsettur toppskjútti hjá útiliðnum, og tveimum frá Beiniri Johannesen.

Harvið ein umráðandi sigur hjá Team Klaksvík, ið nú hevur fýra stig og er á 4. plássi, og ein góðan byrjan hjá nýggja venjaranum, Borce Markovski.

[object Object]
Fagnaður í skiftingarrúminum hjá Team Klaksvík týskvøldið (Mynd: Team Klaksvík)

01. november, Høllin á Hálsi

Neistin - Team Klaksvík 25-28 (12-25)

Toppskjúttar: 

Tróndur Kragesteen 7 mál, Ísak Vedelsbø 6 mál
Jens Pauli Mohr og Jóhan í Garðastovu 6 mál

Støðan
1. VÍF 11 stig (6 dystir) 
2. KÍF 8 stig (5 dystir)
3. H71 6 stig (6 dystir)
4. Team Klaksvík 4 stig (5 dystir)
5. StÍF 3 stig (4 dystir)
6. Neistin 2 stig (5 dystir)
7. Kyndil 2 stig (5 dystir)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2022

64 Leygardagur 05. november 2022

Jónas skeyt triðflest mál í deildini í oktober

Føroyski spælskiparin skoraði 24 ferðir fyri FIF í júst farna mánaði

Jónas Gunnarson Djurhuus í skotroynd fyri Føroyar í venjingardysti móti Bjerringbro-Silkeborg (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Jónas Gunnarsson Djurhuus skifti í summar úr Stavanger og aftur til danskan hondbólt. FIF, ið hevur heimstað á Frederiksberg í Keypmannahavn, hevur havt nógvar føroyskar leikarar í hópinum seinastu árini, og júst Jónas spældi í felagnum í 2019/2020 kappingarárinum.

26-ára gamli hoyvíkingurin er ein umráðandi leikari hjá FIF, og í oktober skoraði skoraði landsliðsleikarin 24 mál í fýra dystum - tað vil siga seks mál í miðal fyri hvønn dyst.

24 mál eru tvey mál færri enn teir báðir, ið skoraðu flest mál í næstbestu donsku deildini í oktober, sambært Tophåndbold Herrer.

Í síðsta mánaði vann FIF við einum máli á Tønder og Roskilde. Liðið tapti fyri Skive og Skovbakken, men í teimum báðum dystunum skoraði liðið hjá Jónasi 33 mál.

FIF hevur átta stig (fýra sigrar) fyri sjey dystir og liggur á 6. pláss. 14 lið eru í deildini, og trý kunnu flyta upp.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2022

65 Leygardagur 05. november 2022

10 judoíðkarar til EM-kapping fyri smátjóðir

Kappast verður í Luksemburg um vikuskiftið

Búgvi Poulsen (í hvítum) - ein teirra, ið verður við í EM fyri smátjóðir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Um vikuskiftið fara tíggju føroyskir judoíðkarar at kappast í europameistarakapping fyri smátjóðir.

Kappingin fer fram í Luksembourg, og tað verða íðkarar úr tíggju teimum minstu londunum, sum eru limir í Europeiska Judosambandinum, sum fara at kappast. Londini eru Andorra, Føroyar, Ísland, Kypros, Liktinstein, Luksemburg, Malta, Monako, Montenegro og San Marino.

Upprunaliga var tað judosambandið í Luxembourg, sum ætlaði at fyriskipa eina kapping fyri smálond, men Europeiska Judosambandið sá virðið í einari slíkari kapping, og tí varð avgjørt, at talan skal vera um kapping um Europeiska Meistaraheitið fyri smátjóðir.

Føroysku luttakararnir eru: Anna S. Steinberg, sum kappast í bólkinum kvinnur -70 kg, Fríði M. Carlsson, kappast í bólkinum menn -66 kg, Jógvan Páll Kristiansen, Bárður H. Lenvig, Gunnar Magnussen og Petur Sigurd á Túgvu kappast fyri menn -73 kg., Búgvi Poulsen -81 kg., Jóan Petur Petersen -90 kg., Petur Sigurð Johannesen -100 kg. og Edvard Johannesen +100 kg.

Kappingin verður leygardagin og sunnudagin, og ferðalagið kemur heim aftur mánadagin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2022

66 Leygardagur 05. november 2022

13 skjúttar kappaðust í Miðvági

Sunnudagin varð skipað fyri kapping á 18 metra frástøðu í hølinum hjá Vágaskot í Miðvági – í kappingini luttóku seks compoundskjúttar og sjey recurveskjúttar

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnudagin 30. oktober varð skipað fyri kapping á 18 metra frástøðu í hølinum hjá Vágaskot í Miðvági.

13 skjúttar luttóku í kappingini – seks compound og sjey recurve.

Úrslitini hjá skjúttinum gjørdust hesi:

Compound menn
Jóannes Poulsen (Ø) – (291+292) = 583
Nikkel Petersen (Ø) – (287+288) = 575
Kaj Johannesen (Ø) – (279+284) = 563
Sámuel Petersen (Ø) – (272+282) = 544
Jógvan Niclasen (T) – (270+279) = 549

¼ finala:
Sámuel – Jógvan : 140-135

½ finala:
Jóannes – Sámuel : 147-139
Nikkel – Kaj : 148-144

Bronsufinala:
Kaj – Sámuel : 141-140

Gullfinala:
Jóannes – Nikkel : 146-140

[object Object]

Compound kvinnur
Rakul Dam (T) – (257+268) = 525

Recurve menn
Hans Petur Højgaard (Ø) – (275+266) = 541
Hans Bogi Ellefsen (V) – (272+243) = 515
Eggaba Andreasen (V) – (236+249) = 485

½ finala:
Hans Bogi – Eggaba : 6-2

Gullfinala:
Hans Petur – Hans Bogi : 6-0

[object Object]

Recurve kvinnur
Sólgerð Henriksen (V) – (234+232) = 466
Jastrid M. Jensen (T) – (226+239) = 465
Tóra Dinna Reynskor (V) – (217+210) = 427
Pernille Krogh (V) – (187+203) = 390

½ finala
Sólgerð – Pernille : 6-0
Jastrid – Tóra Dinna : 6-4

Gullfinala:
Sólgerð – Jastrid : 2-6

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2022