Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 12. november 2022 | Nr. 46 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin verða størstir

SíÐa 3

1 Leygardagur 12. november 2022

Góðan lesihug og gott vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Fullkomið kaos

Fyrstu dagarnir í valstríðnum, eftir at løgmaður mikudagin tók avgerð um at skriva út løgtingsval, hava í minni mun snúð seg um politikk og hvør skal fáa valdið í landinum. Tað hevur snúð seg um ruðuleikan í Fólkaflokkinum.

Tað kom sum ein bumba, tá Christian Andreasen dagin eftir at valið varð útskrivað boðaði frá, at hann tók seg aftur sum formann í flokkinum og ikki fór at stilla uppaftur til løgtingsvalið.

Eitt tekin um at ruðuleikin í Fólkaflokkinum er fullkomin.

Hann brúkti í fyrsta lagi vánaligu undirtøkuna, sum hann sjálvur hevði fingið til fólkatingsvalið, sum orsøk til at kasta frá sær. Hetta er undarligt. Hví skuldi fólkafloksveljarin givið Christiani sín kross fyri at fara á Fólkating?

Í teirri støðu, sum flokkurin var og er í, er neyðugt við einum sterkum formanni, og tí skal hann sjálvandi brúka kreftirnar í Føroyum.

Tímarnir eftir fráboðanina hjá formanninum hava síðan prógvað, at tað bara ikki var vánaliga fólkatingsvalið, sum var orsøkin til at formaðurin legði frá sær. Hóast jaligar útmeldingar eftir floksleiðslufundin hóskvøldið, stóðu fólkafloksfólk í bíðirøð dagin eftir fyri at venda flokkinum baki, sum tekin um, at har er heilt galið við stevinum.

Tað er ikki nakað nýtt við órógv í Fólkaflokkurin. Flokkurin, sum einaferð hevði undirheitið ‘radikalt sjálvstýri’, hevur gjøgnum tíðina borið orð fyri at vera ein samling av vargum í sjálvdrátti uttan mál ella mið.

Hugsjónin – ideologiin – hjá flokkinum, ella mangulin av tí sama, hevur verið veikleiki. Flokkurin kallar seg fyri ein borgarligan sosialan liberalan tjóðskaparflokk, ið leggur dent á sjálvræði hjá tí einstaka, styrkina hjá felagsskapinum millum menniskju og frælsið hjá fólki og tjóð.

So breitt orðað, at tað er ringt at finna nakran, ið ikki passar inn í lýsingina. Annars hevur høvuðsboðskapurin hjá teimum fólkavaldu í Fólkaflokkinum seinastu tíðina verið “hevur vinnan tað gott, hevur fólkið tað gott” og “pengarnir liggja best í lummanum hjá tí einstaka”.

Hóast tað als ikki er nakað nýtt, at ting- og landsstýrismanning søguliga ofta hava tykist vera ótamd og ósamd, so hevur flokkurin altíð megnað at hildið ósemjurnar innanveggja, og harvið staðið saman sum ein sterkur andstøðingur ella samstarvspartnari hjá hinum flokkunum.

Tekn um at undanfarnir floksformann hava verið sterkir og megnað at hildið skil á hópinum. Harvið kunnu vit bara staðfesta, at Christian Andreasen ikki var líka sterkur í so máta, sum Jørgen Niclasen eftir øllum at døma hevur verið, og menninir undan honum, Anfinn Kallsberg, Jógvan Sundstein, Hákun Djurhuus, Torstein Petersen og Jóannes Patursson.

Christian vísti seg at verða ein parantes í hesi røðini av sterkum monnum, sum dugdu sítt politiska handverk.

Spurningurin er, hvat ungi skiparasonurin úr Klaksvík megnar. Neyvan megnar hann at bjarga flokkinum undan ósigri á løgtingsvalinum um fýra vikur. Tað klárar ongin.

At soleiðis verða kastaður út í eitt valstríð sum formaður fyri ein flokk, ið hevur verið stjórnarberandi í hálvtfjórða ár, men við heilt vánaligum veljarakanningum, er alt annað enn nakað ynskijobb.

Tað krevur sín mann, hóast tað kanska er eini kvinnu, sum flokkurin hevur mest brúk fyri í truplu støðuni, sum er íkomin. Men Beinir Johannesen kann vísa seg at vera júst tann, sum flokkurin hevði brúk fyri. Um ikki, so kann hann enda sum onnur parantesin í formansrøðini hjá flokkinum. Lætt verður tað ikki.

Veljarakanningin, sum Blaðið her kunngerð í dag vísir, at flokkurin als ikki hevur klárað at hildið upp á veljararnar, sum góvu flokkinum dygga undirtøku í 2019. Flokkurin er farin frá 24,5 prosentum niður í 16,4.

Og tað var áðrenn sannleikarnir um ósemjuna í flokkinum komu út. Hetta hevur sjálvandi ikki bøtt um umdømið hjá flokkinum, og vit kunnu tí bara ímynda okkum, hvussu vánalig kanningartølini fyri Fólkaflokkin er nú.

At rokna við, at flokkurin hevur møguleika fyri at koma í landsstýrissamstarv eftir komandi val er ómøguligt at ímynda sær í løtuni. Men enn kann nógv henda áðrenn vit skulu inn at seta krossin. Vit kenna ikki uppstillingarnar, vit vita ikki hvør framvegis er við, og um onkur av teimum, sum ikki er við, kanska stillar upp fyri annan flokk.

Jú... spenningur er í luftini.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 11277

    Lisnar síður: 40481

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 12. november 2022

Bráðfeingis játtanarlóg í tingið

Nú, ið landsstýrissamgongan er fallin, og løgtingsval er útskrivað, er greitt, at fíggjarlóg verður ikki samtykt áðrenn nýggjár. Løgmaður hevur boðað frá eini sonevndari bráðfeingis játtanarlóg. Landsstýrið hevur nú gjørt uppskot og sent tað í tingið, sum væntandi kemur til viðgerðar týsdagin

Týsdagin kemur løgtingið saman. Tá fer tingið væntandi at viðgera bráðfeingis játtanarlóg fyri 2023. Um tingið vil, so kann tað víkja frá øllum tíðarfreistum og avgreiða málið skjótt, kanska upp á bara ein dag (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Mikudagin fekk løgmaður orðið á tingi, har hann boðaði frá, at løgtingsval er útskrivað at vera hósdagin 8. desembur 2022.

Tá val er útskrivað er vanligt, at vanliga tingarbeiðið verður niðurlagt, uttan so, at semja er um at avgreiða okkurt átroðkandi mál. Og tá nýggja tingið tekur sæti, detta øll tingmál burtur, eisini uppskot til fíggjarlóg.

Landsstýrið hevur gjørt uppskot til fíggjarlóg, sum varð borið í tingið áðrenn 1. oktobur, og sum hevur verið til fyrstu viðgerð. Tað liggur nú í løgtingsins fíggjarnevnd.

Av tí, at løgtingsval er útskrivað, verður eingin fíggjarlóg klár 1. januar, tá ið nýggja fíggjarlógin annars skuldi taka við. Uttan fíggjarlóg hevur landið í grundini ikki rætt til at krevja skattir inn ella at hava nakrar útreiðslur. So steðgar alt virksemið hjá Landskassanum upp.

Undir slíkum umstøðum skal landsstýrið leggja uppskot til bráðfeingis játtanarlóg fyri tingið. Onkuntíð verður tað nevnt bráðfeingis fíggjarlóg ella provisorisk fíggjarlóg, men tað er tað sama. Hon skal so vera galdandi, til verulig fíggjarlóg kann gerast einaferð aftan á løgtingsvalið.

Løgmaður hevur boðað frá, at bráðfeingis játtanarlóg verður løgd fyri tingið. Fíggjarmálaráðið hevur upplýst, at tað er avgreitt í Landsstýrinum og sent í tingið.

Løgtingið er kallað saman týsdagin klokkan 13.30, har eittans mál er á dagskrá; framløga. Portalurin hevur fingið váttað frá ymsum keldum, at uppskotið um bráðfeingis játtanarlóg verður lagt fram tá, og, sum skilst, einki annað mál.

Um løgtingið vil, so kann tað samtykkja at víkja frá tíðarfreistunum og avgreiða málið skjótari enn vanligt. Tingið kann í grundini avgreiða eina bráðfeingis játtanarlóg upp á ein dag, og ein bráðfeingis játtanarlóg er ikki stór í vavi, og hon hevur ongar upphæddir, sum ósemja kann vera um. Løgtingið gjørdi nakað líknandi í fólkatingsvalstríðnum, tá ið tvey lógaruppskot vórðu skundviðgjørd og liðugt avgreidd upp á ein dag.

Sjálvt uppskotið til bráðfeingis játtanarlóg er ikki alment atkomiligt, fyrr enn tað er lagt fram. Tað verður væntandi týsdagin.

Hendi seinast í 2011
Í 2008 varð samgonga skipað millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, og Kaj Leo Holm Johannesen gjørdist løgmaður. Hon slitnaði í apríl 2011, tá ið Fólkaflokkurin fór úr samgonguni. Tað førdi so ikki til nýval beinanvegin. Í staðin varð hildið fram sum minnilutasamgonga, har mann samstarvaði við Tjóðveldi um nøkur mál.

Løgtingsval varð tó hildið 29. oktobur 2011. Uppskotið til fíggjarlóg, sum tá lá í tinginum, datt burtur. Nýggj samgonga varð tá skipað millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin, og Kaj Leo Holm Johannesen helt fram sum løgmaður. Nýggja samgongan byrjaði so av nýggjum at fáa fíggjarlóg samtykta í tinginum.

Tað eydnaðist tó ikki at fáa samtykt eina fíggjarlóg fyri 2012 áðrenn nýggja árið byrjaði, og tí varð uppskot um bráðfeingis játtanarlóg lagt fyri tingið. Bráðfeingis játtanarlógin var galdandi, til fíggjarlógin varð lýst 13. februar 2012.

Stórur munur á fíggjarlóg og bráðfeingis játtanarlóg
Tann, sum hevur hugt í eina føroyska fíggjarlóg seinastu áratíggjuni, hevur blaðað í eini bók upp á fleiri hundrað síður. Í mótsetning til onnur lógaruppskot og aðrar lógir verður hon prentað og gjørd atkomilig fyri politikarar, embætisfólk, journalistar og onnur, sum serliga kunnu hava brúk fyri einum eintaki.

Uppskotið til fíggjarlóg, sum Uni Rasmussen hevur lagt fyri løgtingið nú í heyst, hevur 472 síður við ymiskum sløgum av yvirlitum – høvuðsyvirlit, býtt á fíggjarlógargreinar og yvir tíð – umframt einkultar játtanir skiftar á landsstýrsfólkini og útgreinaðar viðmerkingar heilt niður í tær einkultu játtanirnar.

Tær fyrstu 28 síðurnar eru sjálvt uppskotið til fíggjarlóg, og viðmerkingarnar fylla 422 síður. Til endans eru sjey síður um uppsetingina av fíggjarlógini.
Krøv eru ásett til uppseting av fíggjarlóg og um inntøkur. M.a. er ásett, at fíggjarlógin skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur landsins, og tølini skulu vera veruleikakend. Tað vil m.a. siga, at ikki ber til frítt at áseta inntøkur ella útreiðslur, soleiðis at úrslitið einki hevur við veruleikan at gera.

Ein bráðfeingis játtanarlóg er nakað heilt annað. Uppskotið til bráðfeingis játtanarlóg fyri 2012 hevur tvær greinar og fyllir tvær síður tilsamans. Fyrsta grein gevur eina almenna heimild at at hava inntøkur og útreiðslur, til verulig fíggjarlóg fær gildi. Onnur grein hevur gildiskomu 1. januar 2012.

Í viðmerkingunum verður greitt frá, at løgtingsval hevur verið, og at tað ikki er eydnast at samtykkja fíggjarlóg, áðrenn nýggja árið byrjar. So er nakað um tey ymsu sløgini av játtanum, og at einki nýtt virksemi má setast í verk.

Er hent nakrar ferðir fyrr
Fíggjarárini 2008, 2004, og 1989 byrjaðu eisini, uttan at løgtingið hevði samtykt nakra fíggjarlóg, og tí var neyðugt at gera bráðfeingis játtanarlóg, júst sum mann gjørdi fyri fíggjarárið 2012.

Annars hevur landspolitiska skipanin hjá okkum megnað at samtykkja og lýsa løgtingsfíggjarlóg rættstundis hvørjar ferð, soleiðis at tær kundu fáa gildi, tá ið fíggjarárið byrjaði.

Tað hevur altso verið neyðugt at gera bráðfeingis játtanarlóg fýra ferðir, síðan stýrisskipanin frá 1948 fekk gildi, tá ið skipanin við fíggjarlógum varð innførd í Føroyum.

Sí annars gamlar bráðfeingis játtanarlógir her:

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2022

3
Leygardagur 12. november 2022

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin verða størstir

- Okkurt kundi bent á, at rákið er við at venda í mun til undanfarnar veljarakanning

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Javnaðarflokkurin hevði verið størsti flokkur á løgtingi, um val hevði verið nú. Tað vísir nýggjasta veljarakanningin frá Spyr.fo. Veljarakanningin vísir eisini, at Fólkaflokkurin hevði verið stóri taparin, at Framsókn og Miðflokkurin fáa eina munandi framgongd, og at Javnaðarflokkurin skal hava meira enn ein flokk aftur at sær fyri at kunna skapa meirilutasamgongu.

Spyr.fo gjørdi kanningina týsdagin, tá 800 veljarar vórðu spurdir um hvønn tey høvdu valt, um løgtingsval var. Hetta var fyrstu ferð, at Spyr.fo byggir veljarakanning upp á svar frá 800 sokallaðum respondentum. Frammanundan hevur talið til veljarakanningar verið 500. Við 800 kann roknast við størru vissu fyri úrslitinum – óvissan hesaferð verður upplýst at vera 2,4 prosent

Tá úrslitini fyri hesi veljarakanningini verða eftirhugd og granskað, er vert at hava við í kvittanum, at kanningin varð gjørd um middagsleitið týsdagin. Altso í tíðarskeiðinum ímillum at løgmaður hevði koyrt Jenis av Rana frá sum landsstýsirmann, og áðrenn Miðflokkurin boðaði frá, at hann ikki longur var partur av samgonguni.

Og sostatt eisini áðrenn, at løgtingsval var útskrivað, og at Fólkaflokkurin skifti formann og alt annað, sum síðan er hent í Fólkaflokkinum. Hesi viðurskifti hava eyðvitað ávirkan á hvar fólk seta krossin.

Ganga fram, men aftur í mun til fólkatingsvalið

Sambært hesi kanningini gerst Javnaðarflokkurin størstur við 27,3 prosentum av atkvøðunum og 9 (+2) tingsessum, meðan Sambandsflokkurin gerst næststørstur við 20,7 prosentum 7 tingsessum (+1).

Javnaðarflokkurin gongur sostatt 5,1 prosentstig fram í mun til seinasta løgtingsval, meðan Sambandsflokkurin fær eina elalítla framgongd á 0,4 prosentstig.

Men hyggja vit eftir, hvat hesir flokkar fingu, tá teir vunnu fólkatingsvalið fyri knøppum tveimum vikum síðani, so sæst, at Javnaðarflokkurin í nýggju kanningini fær 0,8 prosentstig minni enn flokkurin fekk til fólkatingsvalið, meðan Sambandsflokkurin nú stendur til at fáa heili 9,5 prosentstig færri enn til stórsigurin á fólkatingsvalinum.

Fólkaflokkurin bløðir

Tjóðveldið verður triðstørstur á tingi sambært kanningini við 19 prosentum, ein framgongd á 0,9 prosentstig. Flokkurin varðveitir sínar 6 tingsessir.

Fólkaflokkurin verður frá at vera størsti flokkur á tingi til at vera tann minsti av teimum fýra stóru. Fólkaflokkurin fær 16,4 prosent, sum er ein afturgongd á 8,1 prosentstig. Hetta gevur 6 tingsessir (-2).

Sjálvstýri fær sambært kanningini 1,6 prosent og onga umboðan á løgtingi, eins og tær flestu kanningarnar síðan seinasta val hava víst.

Framgongd til Miðflokk og Framsókn

Hinvegin ganga hinir báðu smáu flokkarnir fram. Framsókn stendur til ein framgongd á 1,4 prosentstig til 7,0 prosent, meðan Miðflokkurin stendur til eina framgongd á 1,6 prosentstig til 8,0 prosent. Hetta hevði givið Miðflokkinum eitt umboð afturat á tingi, meðan framgongdin ikki er nóg mikið til at økja tingfólkatalið hjá Framsókn, sum stendur til at varðveita síni tvey umboð.

6,9 prosent av teimum spurdu søgdu, at tey ikki hava tikið støðu enn, 0,8 prosent høvdu atkvøtt blankt, og 0,4 prosent søgdu seg ikki fara á val.

Er talan um eina broyting í gongdini?

Eitt, ið er vert at leggja merki til við hesi kanningini, er sammetingin við seinastu kanning, tá Spyr.fo spurdi hvat fólk høvdu valt til løgtingsval. Tann kanningin varð gjørd fyri BlaðiðVikuskiftið 24. august.

Her hendir tað sermerkta, at flokkarnir, ið hava mannað landsstýrið seinastu árini, allir ganga fram. Tað kundi verið tekn um eina broyting í politisku gongdini, har veljarakanningarnar hjá serliga Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum gjøgnum tað mesta av valskeiðinum hava verið niðurgangandi.

Í mun til seinastu kanning er framgongdin hjá sambandsflokkinum 2,7 prosentstig, hjá Miðflokkinum 1,5 prosentstig meðan Fólkaflokkurin hevur eina lítla framgongd á 0,3 prosentstig.

Og harafturímóti ganga allir verandi andstøðu flokkar aftur.

Í kanningini fingu sitandi samgonga 13 tingsessir, meðan andstøðan stóð til at fáa 20. Nú er munurin so lítil, sum hann kann vera: 16-17.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2022

4 Leygardagur 12. november 2022

Løgmaður: Nú rakk mítt tol ikki longur

Loysti Jenis av Rana úr embætinum. Gav ikki meining meira at hava ein landsstýrismann, sum mótsigur avgerðum løgmans

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá landsstýrismaðurin beinleiðis mótsigur løgmanni, so var mítt tol uppi, og tí valdi eg at siga Jenis av Rana, landsstýrismann við uttanríkis- og mentamálum úr starvi.

Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen, týsdagin eftir at hann hevði givið formanninum í Miðflokkinum boð um at rudda landsstýrismannaskrivstovur sínar og fara til hús.

Tað kom sum ein bumba beint fyri klokkan 11, at løgmaður hevur handað Jenisi av Rana uppsøgn.

Orsøkin er tað, sum Jenis av Rana hevur sagt eftir at løgmaður mánadagin boðaði frá, at málsøkið um rættindini hjá sammøðrum, varð tikið frá Jenisi av Rana og flutt til Magnus Rasmussen, landsstýrismál. Hetta tí, at Jenis av Rana hevur bølt oman á málinum at børn hjá samkyndum kvinnum kunnu fáa eftirnavnið hjá sammóðurini.

Jenis av Rana landsstýrismaður segði í samrøðu við FM1 mánadagin, at hann er inniliga í móti – vegna hansara trúgv – at geva sammøðrum hesi rættindi, og at hann eisini vónaði at Magnus Rasmussen heldur ikki fór at líða boðunum frá løgmanni.

Hetta var eftir øllum at døma tað, sum fekk bikarið hjá Bárði á Steig, løgmanni at flóta yvir.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2022

5

Størv

Løgfrøðiligur málsviðgeri við ábyrgd fyri talgildan

Meira Umsóknarfreist: 14. oktober 2024

Stjóri til Tjóðsavnið

Meira Umsóknarfreist: 01. november 2024

Løgfrøðingur til Sev - endurlýsing

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Barsilsstarv sum verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum

Meira Umsóknarfreist:

Speditørur

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Tvey vísindafólk ella tveir verkfrøðingar til dátuvísindi

Meira Umsóknarfreist: 15. oktober 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Meira Umsóknarfreist: 27. oktober 2024

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum til demensdeildina, Suðurstovu.

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Spennandi lestrarstarv á HR- og fyrisitingardeildini hjá Atlantic Airways

Meira Umsóknarfreist: 28. oktober 2024

Landsgrannskoðanin søkir grannskoðara í tíðaravmarkað starv

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Deildarleiðari til Byggimálsdeildina

Meira Umsóknarfreist: 21. oktober 2024
6 Leygardagur 12. november 2022

- Burtur úr vón og viti at løgmaður kemur við slíkum

Formaðurin í Miðflokkinum og nú fyrrverandi uttanríkis- og mentamálaráðharrin, Jenis av Rana, er klárur til val

Jenis av Rana á gamla Apoteki fyri løtu síðani (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Floksstjórnin er firtin av viðferðini, sum formaðurin hevur fingið, og hesum eri eg samdur við, segði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, um avgerðina hjá flokkinum týsdagin at slíta samgonguna.

- Tað er burtur úr vón og viti at løgmaður kemur við slíkum. Slíka viðgerð væntar man ikki av løgmanni, segði Jenis av Rana.

Grundgevingin hjá løgmanni at loysa Jenis av Rana úr starvi sum landsstýrismaður, var ein samrøða á FM1. Løgmaður vil vera við, at Jenis av Rana alment hevur heitt á Mangus Rasmussen at beinleiðis at ganga í móti boðunum hjá løgmanni.

Hesum er Jenis av Rana púra ósamdur í.

Vistu einki um hetta
Jenis av Rana sigur, at tey í Miðflokkinum ikki vistu um hesa avgerðina áðrenn, og høvdu heldur ikki fingið nakrar frænir um hetta.

Jenis av Rana greiðir frá, at hann í løgtinginum týsmorgunin varð tikin til síðis av løgmanni, og fekk boðini um, at hann varð loystur úr starvi.

Floksstjórnin viðgjørdi seinnapartin sama dag, um flokkurin skal vera verandi í samgonguni og koma við uppskoti um annað landsstýrisfólk, men orsakað av óvirðiligu viðgerðini, valdi Miðflokkurin at slíta samgonguna.

Og klárur til val, tað er Miðflokkurin. Flokkurin fekk eitt gott fólkatingsval við tilsamans 1217 atkvøðum.

- Eg haldi at tá man akkurát hevur verið til eitt fólkatingsval, so er man klárur nú aftur, segði Jenis av Rana.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2022

7 Leygardagur 12. november 2022

Løgtingsval verður hósdagin 8. desember

Bárður á Steig Nielsen tók orðið til eina serliga fráboðan á tingfundi mikudagin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Av tí at parlamentariska grundarlagið undir verandi samgongu er rokið, hevur løgmaður valt at útskriva nýval.

Hetta kunngjørdi Bárður á Steig Nielsen seinnapartin mikudagin. Hann tók orðið á tingfundinum, sum varð tann seinasti undir hesari samgonguni. 

Løgtingsvalið 2022 er sett at verða hósdagin 8. desember. Hetta eru beint undir níggju mánaðir áðrenn, tað í seinasta lagi skuldi verða, um samgongan hevði sitið alt tíðarskeiðið.

Tingarbeiðið er nú niðurlagt - valstríðið er byrjað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2022

8 Leygardagur 12. november 2022

Christian Andreasen stillar ikki uppaftur

Formaðurin hevur ikki neyðugu undirtøkuna í tingbólkinum – tí fer hann frá sum formaður og stillar ikki upp til valið 8. desember

Fólkaflokkurin fekk eitt vánaligt fólkatingsval. Men tað er ikki einasta orsøk til at Christian Andreasen leggur frá sær (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hósdagin boðaði Christian Andreasen frá, at hann hevur sagt seg frá sum formann í Fólkaflokkinum. Í tíðindaskrivi sigur hann, at orsøkin er vánaliga fólkatingsvalið, bæði hjá flokkinum og honum persónliga. Men orsøkin er eisini, at formaðurin ikki hevur havt neyðugu undirtøku í tingbólkinum.

Eitt nú var avgerð tikin um uppstillingina til fólkatingsvalið í móti tilráðingini hjá formanninum.

Skrivið hjá Christian Andreasen er soljóðandi:

Sum øllum kunnugt, fekk Fólkaflokkurin eitt vánaligt val á seinasta fólkatingsvali.

Orsakirnar til hesa afturgongd er helst fleiri, men serliga var tað uppstillingin hjá flokkinum, sum bleiv gjørd móti míni tilráðing.

Mín persónliga undirtøka millum veljarar floksins á fólkatingsvalinum gjørdist eisini minni, bæði í mun til seinasta fólkatingsval og í mun til seinasta løgtingsval, hóast eg fyri kortum bleiv valdur til formann fyri flokkin.

Aftur at hesum kemur, at eg ikki havi neyðugu breiðu undirtøkuna í tingbóklinum, millum annað til at fremja tær broytingar, sum eg meti vera neyðugar fyri flokkin.

Tá soleiðis er, meti eg ikki, at eg eri tann rætti persónurin at standa á odda fyri flokkinum. At standa á odda fyri flokkinum krevst ein persónur, sum flokkurin og serliga tingmanningin kann savna seg um.

Eg havi tí tikið avgerð um at fara frá sum formaður fyri Fólkaflokkin. Samstundis skal eg boða frá, at eg ikki stilli upp aftur til næsta løgtingsval.

Eg fari sostatt úr politikki og fari aftur at virka sum advokatur fulla tíð.

Eg fari at takka øllum teimum mongu, sum hava veitt mær stuðul seinastu árini.

Eg fari at ynskja flokkinum bestu eydnu í valstríðnum og eitt gott val.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2022

9 Leygardagur 12. november 2022

- Hava lagt gamlar ósemjur aftur um okkum og líta fram eftir

Floksleiðslan hevur samtykt at tingfólk atkvøða eftir egnari sannføring í etiskum málum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ein samd floksleiðsla valdi seint hóskvøldið Beinir Johannesen til nýggjan formann í Fólkaflokkinum.

Beinir Johannesen er 25 ára gamal búsitandi í Klaksvík. Beinir bleiv fyrstu ferð valdur inn á Løgting í 2019 við 998 atkvøðum, sum fyrst valdur á fólkaflokslistanum. Beinir hevur seinastu tíðina verið formaður í tingbólki Fólkafloksins.

- Nú snýr tað seg um at halda saman sum flokkur, har vit hava lagt gamlar ósemjur aftur um okkum og líta frameftir, sigur Beinir í stuttari viðmerking.

- Nú fara vit heilhjarta út í valstíið við stevnuskrá flokksins sum grundsúlu", leggur hann afturat.

Av øðrum týðandi málum hevur floksleiðslan samtykt, at tingfólk atkvøða eftir egnari sannføring í etiskum málum.

Harumframt gjørdi floksleiðslan av, at 'sokallaða' málið um Anniku er lagt afturum, og at hon er vælkomin at stilla upp til løgtingsvalið fyri Fólkaflokkin, eins og allir aðrir limir flokksins.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2022

10 Leygardagur 12. november 2022

Sólvit verður heldur ikki á fólkaflokslistanum

Hann hevur boðað floksleiðsluni frá, at hann ikki stillar upp til løgtingsvalið

Sólvit Nolsø (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er mannfall í Fólkaflokkinum. Christian Andreasen fór í hósmorgunin frá sum formaður, Jógvan á Lakjuni og Heðin Zachariassen stilla ikki upp, og nú hevur Sólvit Nolsø boðað floksleiðsluni frá, at hann ikki stillar upp til løgtingsvalið 8. desember.

Sólvit Nolsø er partur av liberala vonginum av Fólkaflokkinum, sum tykist hava tapt slagið móti tí meira konservativa vonginum.

Boðini frá Sólvit Nolsø komu áðrenn tað hóskvøldið varð greitt, hvør skuldi taka við eftir Chr. Andreasen sum forfólk í flokkinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2022

11 Leygardagur 12. november 2022

Fólkaflokkurin: Nevndin í Havn rýmir eisini

Øll nevndin í Havnar Framburðsfelag hevur lagt frá sær

Helgi Debes Michelsen og Rói B. Poulsen eru nú fyrrverandi ávikavist nevndarlimur og formaður í Havnar Framburðsfelag (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gongur einki serligt hjá Fólkaflokkinum. Fólk rýma í hópatali úr flokkinum, sum hóskvøldið fekk nýggjan formann.

Nú er tað Havnar Framburðsfelag, sum er farið í sor. Øll nevndin í valfelagnum hjá Fólkaflokkinum í Havn, hevur valt at leggja frá sær.

Tað váttar Rói B. Poulsen, nú fyrrverandi formaður í Havnar Framburðsfelag, fyri útvarpinum.

Hvat nú skal henda er upp til onnur at gera av, sigur hann við útvarpið.

Í nevndini í Havnar Framburðsfelag sótu Rói B. Poulsen, Regin W. Dalsgaard, Helgi D. Michelsen og Birgir Nielsen.

Fyrr fríggjadagin boðaði formaðurin í ungmannafelagnum Huxa, Erling Mørkøre frá, at hann legði frá sær, orsakað av rokinum rundan um flokkin.

Floksleiðslan valdi annars hóskvøldið einmælt at seta Beinir Johannesen sum nýggjan formann í flokkinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2022

12 Leygardagur 12. november 2022

Annika Olsen meldað seg úr Fólkaflokkinum

Hon sigur seg ikki hava neyðuga uppbakningin ímillum ting- og landsstýrismanningina, sum reelt stýrir flokkinum

Annika Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Annika Olsen boðaði fríggjakvøldið frá, at hon meldar seg úr Fólkaflokkinum.

Nógv rok hevur verið um Anniku Olsen og Fólkaflokkin og á floksleiðslufundi hósdagin varð avgjørt, at Annika Olsen slapp at stilla upp, um hon ynskti tað.

Men tað ynskir hon ikki.

- Áftaná eina langa og sera umstrídda tilgongd innanhýsis í Fólkaflokkinum og aftaná drúgva umhugsunartíð, havi eg í dag valt at fráboða, at eg ikki longur eri limur í Fólkaflokkinum, boðar Annika frá í skrivi.

Øll fráboðanin er soljóðandi:

Takk fyri meg 

Aftaná eina langa og sera umstrídda tilgongd innanhýsis í Fólkaflokkinum og aftan á drúgva umhugsunartíð, havi eg í dag valt at fráboða, at eg ikki longur eri limur í Fólkaflokkinum.  

Seinastu 21 árini hava eg og fleiri við mær, herímillum Christian F. Andreasen, Heðin Zachariasen, Brandur Sandoy og Sólvit Nolsøe umframt saman umboðum í  Havnar Framburðsfelag og nú fyrrv. formanni i Huxa, miðsavnt arbeitt fyri teimum aðalhugsjónum, ið mynda stevnuskrá Fólkafloksins og fyri, at Fólkaflokkurin kann vera ein rúmligur flokkur við pláss fyri ymiskum áskoðanum. Hesir persónar hava, eins og fleiri undan teimum, lagt frá sær. Eg havi ikki neyðuga uppbakningin ímillum ting- og landsstýrismanningina, sum reelt stýrir flokkinum, til at fremja tann politikkin, sum eg og onnur við mær hava ynskt fyri Føroyar. 

Eg vil av øllum mínum hjarta takka teimum, ið hava stuðlað mær í Fólkaflokkinum øll hesi árini og teimum, sum saman við mær í Fólkaflokkinum hava arbeitt miðvíst fram ímóti einum frælsum, framkomnum og sosial liberalum samfelagi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2022

13 Leygardagur 12. november 2022

Hol ígjøgnum til Árnafjarðar

Seinasta skotið varð latið av í Árnafjarðartunlinum týsdagin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

1.900 metrar langi Árnafjarðartunnilin varð seinnapartin týsdag skotin í gjøgnum. Fitt av fólki var komið saman í Ánunum har hátíðarløta var í sambandi við seinasta skotið.

Í komandi viku verður seinasta skotið latið av í Norðtoftum, har Hvannasundstunnilin kemur út. Tann tunnilin er 2.200 metrar langur.

Tunlarnir kosta 522 milliónir krónur og verða væntandi lidnir á heysti í 2024. 

Sverri Egholm tók myndirnar. Sí fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2022

14 Leygardagur 12. november 2022

Hvannasundstunnilin skotin ígjøgnum týsdagin

Hátíðarhald verður oman fyri Norðtoftir týsdagin klokkan 14

(Mynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Arbeiðið at gera tunlarnar norð um Fjall gongur við rúkandi ferð. 

Týsdagin í hesari vikuni var 1.900 metrar langi Árnafjarðartunnilin skotin ígjøgnum, og komandi týsdag verður seinasta skotið í 2200 metra langa Hvannasundstunlinum.

Tiltakið verður oman fyri Norðtoftir klokkan 14 týsdagin.

Sigurd L. Lamhauge fer at bjóða vælkomin og sigur nøkur orð. Síðani fara Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu og Marita  Sumberg, borgarstjóri í Viðareiðis at bera fram røður. Eisini verða tónleikainnsløg. 

Til seinast fara Jústines Poulsen og Esmar Justinussen, ið eru elstu borgarar í Hvannasunds kommunu og Árnafirði, at lata síðsta skotið av.  

Hvannasundstunnilin er millum Árnafjørð og Norðtoftir, og Árnafjarðartunnilin er millum Árnafjørð og Ánirnar.

Tunlarnir fara at kosta 522 milliónir krónur og verða væntandi lidnir á heysti í 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2022

15 Leygardagur 12. november 2022

Tyrlan bjargaði manni

Ein bátur fór farna leygarkvøld á land við Streymnev í Skopunarfirði

(Mynd: Rescue Lív)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bjargingarbáturin Lív hevði úr at gera farna leygardag. Tvær ferðir vóru smábátar sum høvdu trupulleikar við róðrinum og maskinuni.

Men klokkan 17:49 komu boð um at ein bátur var farin á land við Streymnev í Skopunarfirði.

Ein maður var umborð, og tyrlan bjargaði honum.

Nakað seinni var báturin eisini bjargaður og Rescue Lív sleipaði hann til Skopunar.

Við í bjargingini vóru eisini Tjaldrið, Sløkkiliðið í Skopun, løgreglan og fólk á staðnum.

[object Object]
(Mynd: Rescue Lív)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2022

16 Leygardagur 12. november 2022

Fólkatalið hækkaði við 660 seinasta 12 mánaða skeiðið

Talið á deyðum liggur nú á 43 í miðal um mánaðin - talið hevur annars í longri tíð ligið um 30, altso cirka ein um dagin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

1. oktober búðu 54.111 fólk í Føroyum. Hetta eru 42 fólk fleiri enn 1. september, men 63 færri enn 1. august, tá 54.174 fólk vórðu skrásett í Føroyum, sum er tað mesta higartil. Vanligt er, at fólkatalið toppar 1. august á hvørjum ári, og seinastu árini hevur tað tikið tveir mánaðir at heinta tað talið inn aftur áðrenn tað aftur toppar.

Fólkatalið 1. oktober í ár er góð 660 fleiri enn sama mánað í fjør. Vøksturin er 1,2 prosent, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,4 prosent.

Seinasta árið hevur vøksturin í fólkatalinum verið lakari enn undanfarnu árini. Tað hómast aftur í trendinum, sum lýsir gongdina í fólkatalinum, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Íkastið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum er minkað nógv seinasta árið. Høvuðsorsøkin er, at deyðatalið hevur verið hægri enn vanligt. Hagstovan vísir á, at deyðatalið nú er komið í eina fasta legu á 43 í miðal um mánaðin. Hetta talið hevur annars ligið um tey 30 í fleiri ár.

Minkaða burðaravlopið verður tó partvíst uppvigað av íkastinum frá nettoflytingini, sum er vaksið nakað hetta árið. Korona hevði við sær, at færri fluttu til og úr Føroyum á sumri 2020, men um ársskiftið í 2020 kom gongd aftur á flytingarnar. Síðani tá er tilflytingin vaksin meira enn fráflytingin, og tað hevur viðført eina lítla øking í nettoflytingini seinasta árið.

Størsti fólkavøksturin er í Tórshavnar kommunu og Eysturkommunum, meðan størsta minkingin var allar sunnast og allar norðast í landinum, nevniliga í Sumbiar og Viðareiðis kommunum.

Tær bygdir/býir, ið vaksa mest í løguni er Tórshavn, Argir, Hoyvík og Strendur, meðan tað minkaði mest í Søldarfirði, Leynum, Árnafirði og á Viðareiði.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2022

17 Leygardagur 12. november 2022

Landið setir sín part av Pf. Tjaldur til sølu

Fíggjarmálaráðið ynskir boð upp á tær 2,8 milliónirnar, sum landskassin eigur í íløgufelagnum

Pf. Tjaldur eigur hevur høvuðsskrivstovu í hesum bygninginum á Bryggjubakka (Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú er ætlanin at landskassans ogn í íløgufelagnum Pf. Tjaldur skal seljast.

Grannskoðarafyritøkan Januar lýsir nú eftir boðum upp á tey 2,8 prosentini, sum Fíggjarmálaráðið stendur fyri. Hetta svarar til 2,8 milliónir krónur av partapeninginum í Pf. Tjaldur.

Freistin at geva boð upp á henda ognarlutin er sett til 28. nanuar, og í fráboðanini verður eisini sagt, at Fíggjarmálaráðið tilskilar sær rætt til at vraka øll boð, um Fíggjarmálaráðið ikki metir, at tey eru nøktandi.

Pf. Tjaldur er eitt gamalt partafelag – tað elsta í føroysku partafelagsskrásetingini – tí tað er tað triðja, ið er skrásett í Føroyum. Upprunaliga er talan um Skipafelagið Føroyar.

Í dag er Pf. Tjaldur eitt íløgufelag, sum hevur sett pengar í onnur vinnurekandi feløg í Føroyum.

Tað er ikki einfalt at fáa yvirlit yvir tær fyritøkurnar, sum eru knýttar at Pf. Tjaldur, sum er skrásett sum móðurfeløg í hesum íløgu- ella ognarfeløgum, Spf. Skrínið, Spf. Kerið, Spf. Hjallur, Spf. undir Bryggjubakka, Spf. Løkir, Pf. John Dam & Co., Pf. North Nest Capital, Spf, Kolan og Tjaldur Holding AS í Noregi.

Fyritøkur, har Tjaldur er partur av eigaraskarðanum eru eitt nú JT Electric, Nema, Effo og Vindrøkt umframt aðrar.

Á heimasíðu felagsins verður sagt, at Tjaldur hevur sum mál at gera íløgur innan fiskivinnu og orku og so feløg, ið eru atknýtt hesum vinnum.

Rúni M. Hansen er nevndar formaður í Pf. Tjaldur. Hinir nevndarlimirnir eru Líggjas í Bø og Helge Lund.

Janus Thomsen er nýsettur stjóri í felagnum. Hann kemur frá einum sessi sum stjóri í Pf. Effo, og avloysir Árna Tór Rasmussen, ið hevur sitið sum stjóri síðan desember 2012. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2022

18 Leygardagur 12. november 2022

Bjarni á Steig stjóri fyri nýggja Fólkaheilsustýrið

64-ára gamli serlæknin, ið áður hevur verið leiðandi yvirlækni á medisinska deplinum, er settur sum fyrsti stjórin fyri sjálvstøðuga stovnin undir Heilsumálaráðnum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýrismaðurin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur gjørt av at seta Bjarna á Steig, yvirlækna, sum stjóra fyri Fólkaheilsustýrið.

Bjarni á Steig er 64 ára gamal, er útbúgvin lækni frá Københavns Universitet í 1991, serlækni í hæmatologi í 2003 og í intern medisin í 2004. Bjarni hevur eisini diplom frá serlæknaskeiði í palliativum medisini í 2013 umframt ymisk viðkomandi skeið.

Bjarni hevur drúgvar leiðsluroyndir frá síni tíð sum leiðandi yvirlækni á medisinska deplinum frá 2009 og fram til 2017. Eisini hevur Bjarni starvsroyndir sum virkandi landslækni í styttri tíðarskeið.

Fólkaheilsustýrið, sum verður sett á stovn á nýggjárinum, er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum, har yvirskipaðu heilsufakligu uppgávurnar í Føroyum verða skipaðar.

Fólkaheilsustýrið skal við hollum kunnleika til føroysk heilsuviðurskifti og samfelagsviðurskifti veita heilsufakliga ráðgeving og vegleiðing. Ein týðandi uppgáva verður at menna og styrkja fólkaheilsuarbeiðið og fyribyrging. Harumframt skal Fólkaheilsustýrið veita granskingargrundaða heilsufakliga ráðgeving og menna, viðgera og skipa hagtøl og skráir á heilsuøkinum.

Tíðindaskriv frá Heilsumálaráðnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2022

19 Leygardagur 12. november 2022

1 ár og 7 mánaða fongsulsrevsing fyri at smugla hassj

Talan er um størstu nøgd, sum føroyska løgreglan hevur tikið í eini atsókn tey seinastu nógvu árini

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ein 43 ára gamal maður bleiv í Føroya Rætti dømdur 1 ár og 7 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava smuglað umleið 15 kilo av hassji til Føroya við tí í hyggju at selja víðari. Maðurin, sum er danskari, játtaði seg sekan.

Maðurin kom til Føroya við Norrønu 10. oktober í ár. Í bilinum, sum maðurin hevði við, fann politiið omanfyri 15 kilo av hassji. Hassjið var goymt í einum loyniligum rúmi undir viðførisrúminum. Bilurin var serliga bygdur til smuglingina, m.a. soleiðis at lúkan til loyniliga rúmið kundi latast upp frá førarasetrinum.

Ákæruvaldið kravdi, at bilurin, sum var nýttur til smuglingina, bleiv inndrigin. Hesum tók Føroya Rættur undir við.

Nøgdin av hassji, sum maðurin hevði við til Føroya, er tann størsta, sum politiið hevur tikið í einari atsókn tey seinastu nógvu árini, og hevur eitt søluvirði á gøtuni millum 3,7  og 4,5 milliónir krónur. Politiið kannar enn málið, og í løtuni eru fleiri onnur, sum eru skuldsett í málinum.

Maðurin móttók dómin.

Føroya Politi hevur higartil í ár lagt hald á omanfyri 40 kilo av hassji, sum er tann størsta samlaða nøgdin, sum politiið hevur tikið uppá eitt ár, samanborið við undanfarin ár.

Tíðindaskriv frá Føroya Politi 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2022

20 Leygardagur 12. november 2022

Húsarhaldsskúli Føroya: Ein verkætlan fyri yvir 85 milliónir krónur

Landskassin rindar 37 milliónir krónur, og Bústaðir og Klaksvíkar kommuna rinda eisini nógv til verkætlanina. Nýggi skúlin á Biskupstorgi verður áleið 2.100 fermetrar til støddar

Mánadagin var stórt alment tiltak í Klaksvík, tá hakin á fyrsta sinni varð settur í til nýggjan húsarhaldsskúla (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mánadagin var stórt alment tiltak í Klaksvík, tá hakin varð settur í til nýggjan húsarhaldsskúla.

Tað var Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, sum loysti fyrsta flagið. Síðani varð farið í hølini, har Norðoya Kunningarstova hevði sítt virksemi. Karl Johansen, borgarstjóri, flutti fram røðu og arkitekturin Svend Sivertsen frá Fuglark greiddi frá verkætlani.

[object Object]
Svend Sivertsen, arkitektur frá Fuglark (Myndir: Sverri Egholm)

Hendan verkætlanin kostar samanlagt 85,6 milliónir. Klaksvíkar kommuna upplýsir á heimasíðu sínari, at av teimum sum rinda til verkætlanina, eigur Landskassin størsta partin. Hann rindar 37 milliónir fyri nýggja húsarhaldsskúlan. Bústaðir rinda 27,6 milliónir,  Klaksvíkar kommuna hevur játtað 21 milliónir til verkætlanina.

Nýggi skúlin við vistarparti verður áleið 2.100 fermetrar til støddar. Tað er byggifyritøkan í Klaksvík, Kanjon, sum er høvuðsarbeiðstakari. Óvist er, júst nær skúlin mitt í Klaksvíkini fer at standa liðugur.

Borgarstjórin Karl Johansen segði millum annað í gjár, at tað var ein stórur dagur fyri menningina av miðbýnum, men allar mest ein gleðidagur fyri Húsarhaldsskúla Føroya. At menna ein miðbý ella at menna eitt skúlatilboð er ikki nakað, ið verður framt eftir einum degi.

- Tað krevur dirvi, áhaldni, samstarv, tol, arbeiðssemi og ikki minst eina trúgv uppá, at verkætlanin tænir einum hægri endamálið, sum er at skapa trivnað og vøkstur í býnum.

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2022

21 Leygardagur 12. november 2022

Ann Fuglø er tekniskur leiðari hjá Eiðis kommunu

Hetta hevur við sær, at broytingar verða gjørdar í umsitingini í kommununi - frá 1. januar 2023 verður borgarstjórastarvið broytt til hálvtíðarstarv. Í løtuni er Rógvi Egilstoft í fulltíðarstarvi sum borgarstjóri

Ann Fuglø er útbúgvin byggifrøðingur og hevur drúgvar royndir; bæði á teknistovu, byggivinnu og í kommunalari umsiting (Mynd: eidi.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

1. november byrjaði Ann Fuglø í starvi sum tekniskur leiðari hjá Eiðis kommunu. Ann bleiv útbúgvin byggifrøðingur í 1996, og hevur drúgvar royndir, bæði á teknistovu, byggivinnu og í kommunalari umsiting.

Hesum boðar Eiðis kommuna frá á heimasíðu sínari. 

- Setanin av tekniskum leiðara hevur við sær, at Eiðis kommuna kann bjóða bæði vinnu og borgarum eina enn betur tænastu, samstundis sum teknisk viðurskiftir í kommununi verða betur skipaði.

Í hesum sambandi er eisini greitt, at broytingar verða gjørdar í umsitingini í Eiðis kommunu. 

Tí samstundis sum tekniska økið er uppraðfest, við tað at tekniskur leiðari er settur í starv, hevur bygdaráðið samtykt, at borgarstjórastarvið verður broytt til hálvtíðarstarv frá 1. januar 2023. Tað skrivar eidi.fo.

Hetta kemst av, at tekniski leiðarin kemur at taka nakrar av teimum uppgávum, sum hava ligið á borgarstjóranum, verður upplýst úr Eiðis kommunu.

[object Object]
Í løtuni er Rógvi Egilstoft í fulltíðarstarvi sum borgarstjóri í Eiðis kommunu. Nú fer tekniski leiðarin at taka nakrar av teimum uppgávum, sum hava ligið á borgarstjóranum, á seg (Mynd: Jens Kr. Vang)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2022

22 Leygardagur 12. november 2022

Føroyingar gleða 3.586 ukrainsk børn

Í vikuni vóru 3.461 skógvaeskur sendar av landinum til Onglands, haðani tær fara víðari til Ukraina. Umframt hesar eskurnar, høvdu føroyingar keypt 125 eskjur á netinum, og hesar fara eisini til neyðstødd børn

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aftur í ár hava fleiri føroyingar verið við til at gleða børn úti í heimi við at senda eina jólagávu. Í undanfarnu viku vóru 3.461 skógvaeskjur sendar av landinum til Onglands, haðani tær fara víðari til Ukraina.

Í ár fara føroysku eskjurnar til krígsrakt børn í Ukraina ella til ukrainsk børn, ið eru flýdd til grannalondini. Umframt hesar eskjurnar so hava føroyingar eisini keypt eskjur á netinum. Í undanfarnu viku høvdu føroyingar tilsamans keypt 125 eskjur á netinum. Hesar fara eisini til neyðstødd børn. So samanlagt hava føroyingar higartil í ár latið 3.586 eskjur.

Christmas Child Føroyar takkar øllum, ið hava sett tíð og pening av til at pakka hesar eskjurnar, eins og takkað verður fyri vælvild í samband við at savna eskjur inn runt í landinum og at fáa sent tær víðari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2022

23 Leygardagur 12. november 2022

Fleiri løntakarar í oktober

Stívliga 27.900 løntakarar vóru í oktober. Tað eru slakir 500 fleiri enn sama mánað í fjør

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Hagstovan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løntakarafjøldin veksur framvegis, men ikki við somu ferð, sum undan koronufarsóttini. Í oktober í ár vaks løntakaratalið 1,7 prosent samanborið við í fjør. Í oktober í 2019 vóru løntakararnir 3,4 prosent fleiri í mun til sama mánað í 2018.

[object Object]

Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá landið var farið niður í ferð.

Fleiri menn og kvinnur eru í løntakaraskaranum samanborið við oktober í fjør. Í oktober vóru um 14.400 menn og 13.600 kvinnur løntakararar. Vøksturin er ávikavist 1,8 prosent fyri menn og 1,5 prosent hjá kvinnum í mun til fjør. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2022

24
Leygardagur 12. november 2022

Góður vøkstur og størri laksur

Bakkafrost fekk eitt gott úrslit í triðja ársfjórðingi - úrslitið hjá samtakinum var 325 milliónir krónur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2022 var 325 milliónir krónur, og eftir skatt og virðisreguleringar var úrslitið 234 milliónir krónur.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 444 milliónir krónur og í Skotlandi eitt rakstrarhall á 137 milliónir krónur.

Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 276.000 krónur, og rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og alifóðri var 120 milliónir krónur.

Metlág lúsatøl og góð miðalvekt

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitið frá føroyska partinum av samtakinum, meðan tað í Skotlandi  enn er nógv ið skal  betrast. Vit frøast um góðu lívfrøðiliga gongdina í alingini í Føroyum. Góður vøkstur, met lág lúsatøl, saman við góðari miðalvekt á fiskinum, hava ført til støðug góð úrslit. Áhaldandi betringar at ala stór smolt, hava ført við sær, at laksurin er vorðin meira mótstøðuførur og fellið er minkað.

- Lívfrøðiliga gongdin í Skotlandi hevur havt nógvar avbjóðingar í hesum ársfjórðinginum við algum, hvalspýggjum og øðrum táknuavbjóðingum. Vit vænta, at lívfrøðiligu avbjóðingarnar í Skotland fara at minka, tá vit fáa størri smolt við betri góðsku. Í øðrum ársfjórðingi 2023 røkka vit eitt týdningarmikið markamót, tá ið vit fyri fyrstu ferð væntandi seta stór smolt út frá smoltstøðini í Applecross. Feskvatnsviðgerð er av serliga stórum týdningi í Skotlandi, fyri at verja fiskin móti táknuavbjóðingum. Okkara nýggi brunnbátur í Skotlandi varð  tikin í nýtslu síðst í september – einar fýra mánaðir seinni enn ætlað. Hetta sera framkomna tænastuskipið kann viðgera við feskvatni móti táknu trupulleikum og laksalús undir somu viðgerð. Úrslitini higartil  sera lovandi.

- Altjóða laksamarknaðarviðurskiftini broyttust munandi í ársfjórðinginum. Fyrst í ársfjórðinginum var útboðið av laksi lágt og prísirnir lógu um 100 NOK /kg. Hetta broyttist í seinnu helvt av ársfjórðinginum, tá útboðið vaks munandi og prísirnir lækkaðu niður í nakrar og fimmti NOK/kg. Hóast matvøruprísirnir sum heild eru farnir nógv upp, er eftirspurningurin eftir laksi stórur. Hetta sæst millum annað aftur í sáttmálaprísunum fyri komandi ár. Sum heild verður lítil ella eingin vøkstur í útboðnum av laksi í 2023, sigur Regin Jacobsen.

Næstan 25.000 tons í kruvdari vekt

Samlaða tøkan í triðja ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 24.950 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 16.850 tons tikin í Føroyum vð eini miðalvekt á 5,1 kilo, í mun til 14.937 tons við eini miðalvekt á 4,6 kilo sama ársfjórðing í fjør.

Í Skotlandi vórðu 8.100 tons í kruvdari vekt tikin, í mun til 6.914 tons sama ársfjórðing í fjør. Samlaða tøkan fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 66.129 tons í kruvdari vekt, í mun til 71.075 tons fyrstu níggju mánaðirnar í fjør. Harav vórðu 47.410 tons í kruvdari vekt tikin í Føroyum, í mun til 46.523 tons fyrstu níggju mánaðirnar í fjør, og 18.819 tons vórðu tikin í Skotlandi fyrstu níggju mánaðirnar í ár, í mun til 24.550 tons sama tíðarskeið í fjør.

Tilsamans vórðu 6,6 milliónir smolt sett út í triðja ársfjórðingi. 4,1 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum í hesum ársfjórðingi, í mun til 3,8 milliónir smolt sama tíðarskeið í fjør. Í Skotlandi vórðu 2,4 milliónir smolt sett út í triðja ársfjórðingi, í mun til 3,3 milliónir smolt sama ársfjórðing í fjør. Tilsamans eru 17,0 milliónir smolt sett út fyrstu níggju mánaðirnar í ár, í mun til 16,3 milliónir smolt fyrstu níggju mánaðirnar í fjør. 9,4 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 7,5 milliónir í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 444 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í ár, í mun til 146 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 444 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í ár, samanborið við 146 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í fjør. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 137 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í ár, í mun til eitt rakstrarhall á 81 milliónir triðja ársfjórðing í fjør.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 0,3 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í ár, í mun til eitt rakstrarúrslit á 11 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í triðja ársfjórðingi í ár var 120 milliónir krónur, samanborið við 111 milliónir krónur triðja ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.427 milliónir krónur við endan á triðja ársfjórðingi í ár, í mun til 2.126 milliónir krónur við árslok í fjør. Bakkafrost hevði 2.762 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av triðja ársfjórðingi í ár, og solvensurin var 64 prosent. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2022

25
Leygardagur 12. november 2022

Sleppa ikki at flyta kvotuna til komandi ár

Hóast árið syngur næstsíðsta ørindi, og veðurlíkindini í Eysturgrønlandi kunnu gerast keðilig, eru teir á Sandshavinum noyddir at fiska kvotuna nú, tí hon kann ikki flytast til 2023

Sandshavið (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Týsdagin fór fyrstilínuskipið Sandshavið av Havnini við kós móti Eysturgrønlandi.

Hóast árið syngur næstsíðsta ørindi, og veðurlíkindini í Eysturgrønlandi kunnu gerast keðilig, eru teir noyddir at fiska kvotuna nú, tí hon kann ikki flytast til 2023.

- Ja, vit eru ávegis til Eysturgrønlands, fyri at fiska kvotu okkara har áðrenn ársskiftið. Tað er sera óheppi, at vit ikki kunnu flyta hana til komandi ár, eins og aðrir skipabólkar kunnu. Bar tað til, so sluppu vit frá at fari til Eysturgrønlands nú, og harafturat høvdu vit so átt ein fullan túr komandi ár. Tað sigur skiparin, Eyðvarður Petersen.

- Tað tók væl longri tíð at umbyggja skipið og gera tað klárt til línufiskiskap, enn vit høvdu rokna við. Tí eru vit so seinir at fara til Eysturgrønlands. Vit vilja vísa samfelagssinnið, og fara eftir tí vit eiga við Grønland, sigur hann.

- Hetta verður óivað seinasti túrur í ár, og vónandi gongur tað væl at fiska kvotuna. Grønlandska línuskipið Masilik, fiskar har nú, men fer inn hálvan novembur. Tí verða vit óivað einsamallt línuskip í Eysturgrønlandi komandi vikurnar, sigur Eyðvarður.

Sjómanstrúboðarin var umborð við jólapakkum til manningina áðrenn skipið fór avstað.

[object Object]
Eyðvarður Petersen, skipari (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

[object Object]
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2022

26 Leygardagur 12. november 2022

Finalan í First Lego league í dag

Skúlin á Argjahamri er í dag karmur um finaluna í First Lego league. 12 lið kappast

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er tíðin komin at finna føroyameistaran í First Lego League 2022.

Føroyski First Lego League-endaleikurin verður í dag, leygardagin 12. november frá klokkan 09.30 til klokkan 14.30 í skúlanum á Argjaharmi.

12 lið fara at kappast um at gerast føroyameistarar og møguleikan at umboða Føroyar í donsku finaluni.

Evnið í ár er Super Powered og snýr seg um allar teir ymsu hættirnar vit framleiða, flyta og brúka orku í samfelagnum. 

Til endaleikin fara liðini fyri dómarum at leggja fram nýhugsandi loysnir sínar, at kappast í robott dystum á stóra flotta lego bananum, og at hava básar, har tey kappast um at marknaðarføra loysn sína best.

Sagt verður at øll eru vælkomin í skúlan á Argjahamri at fylgja við.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2022

27 Leygardagur 12. november 2022

RAN-netið er nú til reiðar til 5G

Fyrsti partur av avbeiðnum at byggja nýtt farnet við 5G er liðugur. Gott og væl 165 sendistøðir eru skiftar út, og fleiri enn 30 nýggjar mastrar eru settar upp. Eftir ætlan stendur nýggja farnetið liðugt í fyrsta ársfjórðingi 2023

- Vit hava lagt dent á at órógva sum minst, men tað hevur verið torført at fyribyrgt svikaligum sambandi í einum ella fleiri økjum. Vit eru so statt sera fegin um, at viðskiftafólk hava sýnt tol og umbæri við okkum, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygardagin 5. november varð týðandi stig tikið á leiðini at byggja nýtt farnet við 5G. Tá varð síðsta Huawei-sendistøðin skift út, og harvið er arbeiðið at leggja um til Ericsson á RAN-netinum liðugt.  

RAN-netið eru sendistøðirnar, sum veita dekning á landi og sjógvi. Arbeiðið hevur gingið væl, men inntrivið hevur verið stórt, og tað hava viðskiftafólk merkt, ásannar Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti. 

- Vit hava lagt dent á at órógva sum minst, men tað hevur verið torført at fyribyrgt svikaligum sambandi í einum ella fleiri økjum. Vit eru so statt sera fegin um, at viðskiftafólk hava sýnt tol og umbæri við okkum.

Gott og væl 165 sendistøðir eru skiftar út, og fleiri enn 30 nýggjar mastrar eru settar upp. RAN-netið skal nú neyvstillast samtíðis við, at annar partur av verkætlanini, sum er at leggja um til Ericsson í kjarnutøknini, fer av bakkastokki. 

Eftir ætlan stendur nýggja farnetið liðugt í fyrsta ársfjórðingi 2023, og tá verður 5G tendrað til frama viðskiftafólkum hjá bæði Føroya Tele og Nema, sum hava gjørt avtalu um at samstarva um RAN-netið. 

Tíðindaskriv frá Føroya Tele

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2022

28 Leygardagur 12. november 2022

Suðuroyar Sparikassi tillagar renturnar

9. desember hækkar Suðuroyar Sparikassi inn- og útlánsrenturnar við ávikavíst 0,70 og 0,50 prosentstigum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Evropeiski miðbanking og danski tjóðbanking hækkaðu renturnar herfyri, og tað sama verður nú gjørt í Føroyum. Nú boðar eisini Suðuroyar Sparikassi frá, at hann fer at hækka renturnar.

Renturnar hjá evropeiska miðbankanum og danska tjóðbankanum hækkaðu við ávikavíst 0,75 og 0,60 prosentstigum, og Suðuroyar Sparikassi boðar frá, at hann hækkar innlánsrenturnar við upp til 0,70 prosentstig og útlánsrenturnar við upp til 0,50 prosentstig.

Rentubroytingin fær gildi 9. desember.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2022

29 Leygardagur 12. november 2022

Árni Olsen nýggjur formaður í Ferðavinnufelagnum

Henny á Líknargøtu, sum hevur verið forkvinna seinastu árini, er nú næstforkvinna, eftir at nevndin hevur skipað seg

Frá vinstru: Henny á Líknargøtu, Árni Olsen, Jenny í Heiðunum, Sakaris Frederiksen, Mimmy Vágsheyg og Hans Jákup Kollslíð (Mynd: Vinnuhúsið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mikudagin 19. oktober hevði Ferðavinnufelagið aðalfund.

Á aðalfundinum stóðu Henny á Líknargøtu og Árni Olsen fyri vali. Harumframt ynskti Aleth Nielsen at takka fyri seg í nevndini, og nýggjur nevndarlimur skuldi tí veljast í hennara stað. Tiltakslimurin stendur fyri vali á hvørjum ári.

Úrslitið var, at Henny á Líknargøtu og Árni Olsen vóru afturvald, og at Jenny í Heiðunum var vald sum nýggjur nevndarlimur í felagnum. Mimmy Vágsheyg var afturvald sum tiltakslimur, skrivar Vinnuhúsið.

Í farnu viku skipaði nevndin seg, og er hon skipað soleiðis: Árni Olsen, formaður, Henny á Líknargøtu, næstforkvinna, Hans Jákup Kollslíð, Sakaris Frederiksen og Jenny í Heiðunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2022

30 Leygardagur 12. november 2022

Urd verður mentanarsamskipari í Runavík

Byrjar í starvinum fyrst í nýggja árinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Runavíkar býráð hevur á fundi tikið avgerð um at seta Urd Johannesen í starv sum mentanarsamskipari hjá Runavíkar kommunu, haðani hon er ættað. 

Við starvinum fylgir høvuðsábyrgd fyri virkseminum í Løkshøll, umframt samskipan av mentanartiltøkum kring um í Runavíkar kommunu, sum telur 15 bygdir, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Urd er útbúgvin cand.mag í enskum og altjóða viðurskiftum og master í Arts Management og hevur drúgvar  og fjølbroyttar royndir innan mentanararbeiði bæði á mentanarstovnum og sum sjálvstøðug.

Urd byrjar í starvinum tíðliga í nýggja árinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2022

31 Leygardagur 12. november 2022

Elsa Østergaard nýggjur deildarstjóri í Mentamálaráðnum

Hon er 46 ára gomul og útbúgvin cand. jur, umframt at hava tikið grundleggjandi leiðsluskeið og diplomútbúgving í leiðslu og onnur viðkomandi skeið. Elsa tekur við sum stjóri á Útbúgvingardeildini 1. januar

Elsa Østergaard hevur 16 ára royndir innan bæði føroyska og danska fyrisiting, harav 7 ára royndir sum fulltrúi í Innlendismálaráðnum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Elsa Østergaard er sett sum deildarstjóri á Útbúgvingardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Deildin hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi innan útbúgvingarøkið og gransking, sum fevnir um alt frá dagstovni, fólkaskúla, miðnámi, hægri útbúgving, gransking v.m.

Elsa Østergaard er 46 ára gomul og útbúgvin cand. jur. í 2005 frá Århus Universitet, umframt at hava tikið grundleggjandi leiðsluskeið og Diplomútbúgving í leiðslu og onnur viðkomandi skeið. Hon hevur 16 ára royndir innan bæði føroyska og danska fyrisiting, harav 7 ára royndir sum fulltrúi í Innlendismálaráðnum, har hon m.a. hevur arbeitt við løgfrøði og ráðgivið leiðsluni.

Í 2013 byrjaði Elsa Østergaard hjá Ríkisumboðnum, har hon enn er, og har hon síðstu árini hevur starvast sum ”høvuðsráðgevi” við leiðsluábyrgd, og har arbeiðið er fjølbroytt og m.a. fevnir um ymiskar løgfrøðiligar uppgávur.

Harumframt røkir Elsa Østergaard ymiskt nevndararbeiði. Eitt nú var hon forkvinna í Kærunevndini fyri Lendismálum í nøkur ár, áðrenn hendan var niðurløgd, og hon er limur í Yvirfriðingarnevndini og ráðgevi fyri Norsk Veritas.

Elsa Østergaard tekur við starvinum tann 1. januar 2023.

Tíðindaskriv frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2022

32 Leygardagur 12. november 2022

ADHD felagið fingið 40.000 krónur í gávu frá Kiwanis

Atjóða felagsskapurin hevði avgjørt at lata felagnum pening til arbeiði til frama fyri børnum og ungum við ADHD/ADD

Fríðbjørn Poulsen frá Kiwanis Tórshavn og Bjørg Dam frá ADHD-felagnum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á limakaféini hjá ADHD felagnum í Reinsaríinum í oktober kom nývaldi forsetin í Kiwanis Tórshavn, Fríðbjørn Poulsen, á gátt og handaði forkvinnuni Bjørg Dam stóra peningagávu á 40.000 krónur.

Altjóða felagsskapurin hevði avgjørt at lata felagnum pening til arbeiði frama fyri børnum og ungum við ADHD/ADD, so sum at gera upplýsandi tilfar og sjálvhjálparbólkar, ið felagið bjóðar ókeypis.

Kiwanis stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja.” – Limir í felagnum savna pening saman hvørji jól, við at selja jólatø og á ólavsøku lutaseðlar, við m.a. tiltikna føroyska bátininum á vinnaraseðlinum. Peningurin verður latin til vælgerandi arbeiði frama fyri børn og ung.

- Sjálvhjálparbólkar er ein av okkara kjarnuppgávum, sum gagna børnum og ungum við ADHD/ADD sera væl. Bólkarnir eru ókeypis fyri luttakarnir, men teir krevja nógva fígging og orku frá felagnum at skaffa. Tí kemur hesin peningurin sera væl við, segði Bjørg Dam, tá hon takkaði Kiwanis fyri stóru gávuna.

Tíðindaskriv frá ADHD-felagnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2022

33
Leygardagur 12. november 2022

Ovurstórur áhugi fyri sildafløkum

Varðin Pelagic gav hósdagin áleið 500 posar av feskum sildafløkum út á Tvøroyri. Tað er gott tvey tons av rundari sild

(Mynd: Varðin Pelagic)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aftur í ár var áhugin eftir sildafløkum frá Varðanum Pelagic ovurstórur.

Í fjør varð avgjørt fyri fyrstu ferð at lata ókeypis sildafløk til almenningin, men óvist hvar um áhugi var fyri hesum millum fólk.

- Til okkara ovfarni var áhugin sera stórur. Undirtøkan til sildahandanina var somikið góð, at vit so avgjørt vildu endurtaka tiltakið í ár, sigur Varðin Pelagic.

Og aftur í ár var áhugin at fáa sildafløk ovurstórur. Áleið 500 posar av feskum fløkum vórðu útlatnir á havnarlagnum á Tvøroyri hósdagin. Tað svarar til eitt gott tons av sildafløkum og áleið 2,1 tons av rundari sild.

Latna sildin varð fiskað millum Føroyar og Íslands av Finni Fríða, ið kom inn at landa 1.600 tons hósmorgunin.

Til høvið gjørdi Gutti Winther tvær leskiligar uppskriftir til stokt sildafløk. Hesar uppskriftir eru at finna á Facebooksíðuni hjá Varðanum Pelagic.

Næstan øll sildafløkini vórðu heintað. Tað, ið leyp av, er latið Suðuroyar Sjúkrahúsi, verður sagt av Varðanum Pelagic.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2022

34 Leygardagur 12. november 2022

Býráðið í Klaksvík stegðar fyribils útstykkingini á Fossum

Orsøkin er, at fíggjarligt rásarúm ikki er hjá kommununi at fremja alla verkætlanina, sum verður steðgað 1. desember. Nú skal samráðast við verandi arbeiðstakara um, hvussu serliga fyrsta byggistig, ið fevnir um 21 grundstykki til sethús og øki til 13 randarhús, skal gerast liðugt

Talan er um eina sera stóra verkætlan til slakar 125 milliónir krónur. Allir sáttmálarnir í verkætlanini eru uppsagdir, og verkætlanin verður steðgað (Mynd: klaksvik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Í løtuni er ikki fíggjarligt rásarúm hjá kommununi at fremja alla hesa stóru verkætlan. Tí hevur býráðið einmælt samtykt at steðga verkætlanini. Farið verður nú undir samráðing við verandi arbeiðstakara, RTS Contractors, um at gera neyðuga arbeiði fyri at gera fyrsta byggistig liðugt á ein forsvarligan hátt og fyri kommununa nøktandi kostnað.

Soleiðis skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari fyri lítlari løtu síðani.

Útstykkingin á Fossum byrjarði fyri tveimum árum síðani. Talan er um eina sera stóra verkætlan, ið fevnir um 89 grundstykkir, harav 43 stykkir til sethús og 46 til raðhús, umframt eitt stórt grundstykki, sum millum annað kann nýtast til ein barnagarð. Samlaði kostnaðurin er mettur til at vera slakar 125 milliónir krónur.

Nú noyðast tey í Klaksvíkar býráðið at ásanna, at tað í løtuni ikki ber til at fremja hetta, og arbeiðið verður steðgað 1. desember í ár. Tó verður verkætlanin ikki slept: 

- Allir sáttmálarnir í verkætlanini eru uppsagdir, og verkætlanin verður steðgað Umframt samráðingar um at enda fyrsta byggistig, verður eisini samráðst um, hvussu farast skal fram viðvíkjandi restini av verkætlanini (byggistig 2 og 3).

Fyrsta byggistig fevnir um 21 grundstykki til sethús og øki til 13 randarhús. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis, og málið er, at fyrsta byggistig verður liðugt í 2023. Tey, sum hava fingið tillutað grundstykki fáa í næstum nærri kunning um, nær grundstykkini eftir ætlan verða klár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2022

35 Leygardagur 12. november 2022

Fyrstu randarhúsini við Høganesvegin reist

Randarhúsini eru partur av nýggja býlinginum á longda Høganesvegnum

(Mynd: Nes kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Við Høganesvegin á Toftum eru fyrstu íbúðirnar nú reistar, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni.

Hendan verkætlanin hjá KBH hevur seks randarhús. Tey eru staðsett í vøkrum náttúruumhvørvi og góðum útsýni yvir Skálafjørðin. Randarhúsini eru partur av nýggja býlinginum í økinum, har Nes kommuna hevur longt Høganesvegin.

Nýtt setahúsaøki er í niðaru síðu av vegnum, meðan ætlanin er at hava randarhús, íbúðir o.l. í ovaru síðuni.

KBH fer í hesi verkætlanini at byggja tvey ymisk húsasløg tveimum hæddum. Hvørt randarhús hevur yvirdekkað bilskýli, tøknirúm, goysmlsu, inngongd/dur, tvey wc, bryggers, stórt rúm til køk/stovu og ávikavist trý ella fýra kømur.

Haraftuat er ein stór altan/terassa og gott tún bæði í niðaru og ovaru síðu.

[object Object]
(Mynd: Nes kommuna)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2022

36 Leygardagur 12. november 2022

33 nýggj grundstykki á Sandi

Gongd er sett á nýggju útstykkingina “Skarðsbøur” á Sandi

Kristian Oskar Henriksen, formaður í teknisku nevnd í Sands kommunu loysti fyrsta flagið (Mynd: Sands kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Arbeiðið at útstykkja 33 grundstykki á Sandi er byrjað. Fyrsta maskinan hjá J&K Petersen er komin á økið, og Kristian Oskar Henriksen, formaður í teknisku nevnd í Sands kommunu, fekk heiðurin at loysa fyrsta flagið.

- Nú hyggja vit frameftir við trúgv,  áræði og vón um at arbeiðið verður liðugt á heysti 2023. Hettar fer at bøta um hjá øllum teimum sum hava sett sær sum mál at búleikast á Sandi, sigur Sands kommuna.

- Ætlanin er eisini at byggja nýggjan barnagarð beint norðanfyri útstykkingina og skúlin liggur eisini í nærumhvørvinum. Útstykkingin verður heilt vist eitt paradís fyri barnafamiljur og onnur, heldur Sands kommuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2022

37 Leygardagur 12. november 2022

Sørvágs kommuna roynir at selja dansistovuna

Bygningurin hevur ikki verið til nakað prýði fyri bygdina hesi seinastu árini

(Mynd: Sørvágs kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sørvágs kommuna ger nú eina roynd at selja gomlu dansistovuna og biohøllina á Dungasandi.

Talan er um ein bygning í sera vánaligum standi og sum treingir til ábøtur, gongur fram av sølulýsingini, sum ein advokatskrivstova hevur gjørt.

Talan er um grundøki við ástandandi bygningi, kallað Dansistovan. Økið er sambært tingbókini 862 fermetrar, harav vegur er 24 fermetrar.

Dansistovan var upprunaliga bygd av privatum, men seinastu árini hevur kommunan átt bygningin, ið má sigast ikki at hava verið nakað prýði fyri bygdina hesi seinastu nógvu árini.

Servituttur er lýstur fyri ognina, har sagt verður, at økið bert er ætlað til at byggja kvikmynda- og dansihøl á. Seinni hevur kommunustýrið víðkað servituttin til eisini at fevna um matstovu- og frítíðarvirksemi, og at skeinkiloyvi kann útvegast.

Sum skilst ynskir kommunan, at bygningurin verður umvældur av tí, ið tekur yvir bygningin. Sagt verður soleiðis í sølulýsingini:

“Í sambandi við søluna setir kommunan sum treyt, at bygningurin uttan verður settur í stand/høvuðsumvældur av keypara innan 2 ár. Verður henda treyt ikki hildin, kann seljari krevja, at ognin skal fella aftur til seljara.”

Áhugaðir boðgevarar skulu lýsa, hvat ætlanin er við bygninginum framgongur. Kommunan tilskilar sær rætt at havna øllum innkomnum tilboðum, framgongur á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2022

38 Leygardagur 12. november 2022

Føroyskur mjøður á hillarnar

Jatnagarður er heitið á fyrsta føroyska mjøðinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í gjár gav felagið Galdr út fyrsta føroyska mjøðin. 

Talan er um ein mjøð av slagnum ‘braggott’: ein mjøður bryggjaður við malti og humlu, soleiðis at hann er ein blandingur ímillum mjøð og øl. 

Jatnagarður, sum mjøðurin eitur, hevur aroma av frukt og blómum, og nógvan hunangs- og malt smakk, við einum veti av karamell. Hann hóskar sera væl saman við røstum. 

Galdr varð stovnað í 2021 av brøðrunum Andrasi og Høgna á Lofti, og vinmanni teirra Peturi Eliasi Ellefsen. Í teirra egnu orðum er endamál teirra at ‘gera heimsins elsta drykk til heimsins nýggja yndisdrykk.’

Jatnagarður varð settur til sølu í Rúsunum kring landið í gjár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2022

39 Leygardagur 12. november 2022

Jens Pauli Heinesen heiðraður á 90 ára føðingardegnum

Jens Pauli Heinesen heiðraður á 90 ára føðingardegnum í kvøld við stórslignum, fjøltáttaðum tiltaki í Norðurlandahúsinum

Á pallinum hetta kvøldið eru Føroya Symfoniorkestur
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Stórfingin tónleikaverk eru sett út til seks yrkingar hjá Jens Paula Heinesen. Fimm av teimum seks verkunum verða frumframførd við Føroya Symfoniorkestri o.ø., harímillum lagið "Sóleyan", sum kom út í fjør. Konsertin endar við kenda lagnum "Eitt dýpi av dýrari tíð".

Harumframt er upplestur og prát við ymisk kend fólk millum tónleikaframførslurnar.  Suni Merkisstein er vertur og leiðir áskoðararnar gjøgnum kvøldið.

Jens Pauli Heinesen telist millum Føroya mætastu rithøvundar. í dag, 12. november 2022, hevði hann fylt 90 ár.

Jens Pauli fór um sýn 19. juli 2011, men rúgvismikla skaldaverkið, hann legði eftir seg, livir og er enn til gleði og gagns fyri Føroya fólk. Høvundurin hevur uppiborið heiður fyri sítt stóra íkast til føroyskt mál og mentan, og verður tí fagnaður á 90 ára føðingardegnum við stórum hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum í kvøld.

Sjóneykan á seks yrkingar hjá Jens Paula
Hóast tær eru fáar, so eru yrkingarnar, sum Jens Pauli Heinesen skrivaði í lívi sínum, merkisverdar. Til heiðurs fyri høvundin og skaldaverk hansara, verður sjóneykan nú sett á seks av yrkingum hansara, sum dóttirin, Elin Brimheim Heinesen, hevur gjørt løg til.

Stórfingin symfoniskur tónleikur er settur út til løgini, og hesin verður framførdur á fagnaðarkonsertini. Fimm av seks verkum verða frumframførd. Fortíð og nútíð verða á henda hátt flættað saman og framtíðarinnar mentanararvur skaptur.

Hvør verður á palli?
Á pallinum vera Føroya Symfoniorkestur stjórnað av Bernharði Wilkinson, italski tónasmiðurin og konsertpianisturin Enzo De Rosa, sum hevur sett tónleikin út fyri symfoniorkestur og kór, kórini Tarira og Tórshavnar Manskór og Elin Brimheim Heinesen, sum verður sangsolistur.

Millum framførslurnar prátar Suni Merkisstein við Elina, Hanus Kamban, Anniku Hoydal, Sonna Smith, Bárð Persson, Unn Paturson, Enzo De Rosa og Gullu Øregaard.

Bergur Rasmussen ber fram kvøðu vegna Rithøvundafelag Føroya og Páll Danielsen lesur brot úr skaldskapi Jens Paula Heinesens.

Tónleikaverkini útgivin í næstum
Plátufelagið Tutl gevur tey seks tónleikaverkini út um stutta tíð.

Fýra av innspælingunum eru gjørdar við navnframa symfoniorkestrinum The Czech National Symphony Orchestra og kórinum Tarira, og tvær innspælingar eru gjørdar við The City of Prague Philharmonic Orchestra og Tórshavnar Manskóri.

Elin Brimheim Heinesen er sangsolistur í øllum seks innspælingunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2022

40 Leygardagur 12. november 2022

Føroyingar væl móttiknir á Iceland Airwaves

Janus Rasmussen, Brimheim, Marius DC, Guðrið Hansdóttir, og Kóboykex framførdu á íslendska festivalinum farna vikuskiftið, og móttøkan var betri, enn tey høvdu væntað, sigur Glenn Larsen, leiðari fyri Faroe Music Export

Guðrið Hansdóttir á Iceland Airwaves (Mynd: Odysseas Chloridis)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið framførdu fimm føroysk nøvn á íslendska tónleikafestivalinum Iceland Airwaves, og fingu tey av álvara sett síni fingramerki á ársins festival, bæði hvør sær og sum ein føroysk eind, skrivar Faroe Music Export, FMX í tíðindaskrivi.

Tey føroysku nøvnini, sum framførdu á festivalinum vóru Janus Rasmussen, Brimheim, Marius DC, Guðrið Hansdóttir, og Kóboykex.

[object Object]
Brimheim (Mynd: Odysseas Chloridis)

Festivalurin gekk fyri seg í døgunum 3. til 5. november, og fyriuttan at hava øll fimm nøvnini á sama palli fríggjadagin, spældu øll eisini eina eyka konsert annaðhvørt hósdagin ella leygardagin.

Eisini varð skipað fyri móttøku í samstarvi við G! Festivalin, fyri miðlum og øðrum í tónleikavinnuni, og var uppmøtingin sera góð. Tað var eisini meira ella minni fult hús, tá føroysku framførslurnar vóru á skránni.

[object Object]
Janus Rasmussen (Mynd: Odysseas Chloridis)

Um upplivingina siga tey í Kóboykex m.a. soleiðis:

– Tað var fantastiskt! Vit í Kóboykex væntaðu ikki, at tað kundi ganga so mikið væl. Longu áðrenn konsertirnar høvdu BrooklynVegan og Paste Magazine skrivað um bólkin. Tveir risamiðlar í tónleikaíðnaðinum. Ein lítil fuglur nevndi eisini, at Clash Magazine, Dork Magazine, Rolling Stone, og NME vóru til staðar til konsertina.

[object Object]
Kóboykex (Mynd: Odysseas Chloridis)

Eisini Marius DC hugtók áskoðarafjøldina, og varð hann av fleiri nevndur eitt jaligt yvirraskilsi.

Sjálvur sigur Marius soleiðis:

– Fríggjakvøldið í Iðnó var lætt tann besta konsertin eg nakrantíð havi havt. Iceland Airwaves hevur veri ómetaliga spennandi fyri meg og mín bólk, við tveimun fantastiskum konsertum, og einari rúgvu av nýggjum sambondum. Luturin, ið FMX tók í at fáa hendan túrin í lag, var ómetaligur. Framtíðin sær spennandi út fyri Marius DC aftan á Iceland Airwaves.

[object Object]
Marius DC (Mynd: Odysseas Chloridis)

Leiðarin fyri FMX, Glenn Larsen, sigur seg ikki ivast í, at føroysku framførlsurnar á Iceland Airwaves fer at hava týdning fyri føroyskan tónleik.

– Tey fimm listafólkini kláraðu seg ómetaliga val, og áhugin frá altjóða sendinevndum, miðlum og áskoðarunum var betri, enn vit høvdu torað at vóna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2022

41 Leygardagur 12. november 2022

- Føroyskur tónleikur til reiðar at leggja seg fyri heimin

Kovboykex og Marius DC fáa góð skoðsmál í tónleikaritinum Rolling Stone

Marius DC á Iceland Airwaves (Mynd: Odysseas Chloridis)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyskur nýmótans tónleikur fær góða umrøðu í altjóða tónleikamiðlum. Tað er bretska útgávan hjá stóra tónleikaritinum Solling Stone, sum hevur erið í Íslandi og gjørt ummæli av tónleikafestivalinum Iceland Airwaves, sum var herfyri.

Og lagt er merki til føroysku íkastini. Serliga er tað upptraðkanin hjá Kovboykex og Marius DC, sum fær rósandi umrøðu.

Greinin á Rolling Stone sæst her

Um countrybólkin Kovboykex hjá Heiðrik á Heygum og Sigmund Zachariassen skrivar Rolling Stones:

“Annar dagurin byrjaði við tí mest forkunnuga – elektrorokkur úr Føroyum við western íblástri. Framførslan hjá Kovboykex vísti seg at gerast ein óvæntað frægd í IÐNÓ mentanarhúsinum í Reykjavík. Nýggja staklagið “Night Out” er hugtakandi, har hárfínu elektropopp rútmurnar berjast móti Morricone líknandi bríkslingini og instrumenteringini”.

Um rapparan Marius DC verður skrivað soleiðis:

“Síðsti dagur á Iceland Airwaves byrjaði á høvuðspallinum, har føroyskt rapp – mest vanliga útflutningsvøran – gjørdi um seg. Taað var Marius DC, ein orkumikil 18 ára gamal, ið viljafastur vil prógva, at ljóð hansara er størri enn hansara heimland. Hansara undrunarverda pallframførsla fær hann til at leypa inn í mongdina fyri at píska áskoðaraskarðan upp, meðan sangir sum ‘Gasoline’ nærkast klassiskum West Coast rappi. Saman við fyrrnevndu Kovboykex er hetta prógv um, at føroyski tónleikapallurin spakuliga er við at leggja seg fyri heimin”.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2022

42 Leygardagur 12. november 2022

TikTok stjørnan Nathan Evans kemur á Voxbotn

27 ára gamli skotski postmaðurin hevur givið sjómansvísum nýtt lív. Í summar kemur hann at framføra í Vágsbotni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

TikTok stjørnan Nathan Evans kemur á Voxbotn 2023.

Sjómansvísur, ella á enskum 'shanties', fingu av álvara nýtt lív, tá 27 ára gamli skotski postmaðurin Nathan Evans legði eitt video á sosiala miðilin TikTok, har hann sat og sang eina gamla sjómansvísu. Vísan var fangandi og løtt at syngja, og TikTok brúkarar um allan heim foru á gera sokallað 'sea shanties', og sangurin bleiv eitt viralt hitt.

Eftir stuttari tíð var Nathan Evans miðpunktið í einari nýggjari mentanarligari rørslu við 'Sea Shanties', sum eftir stuttari tíð hevði yvir 20 milliónir av vísingum og eisini megnaði hann at koma ovast á hittlistarnar kring heimin.

Í Føroyum hava sjómansvísur ofta verið nýttar í veitslulagi, men uttanlands hevur hendan sjangran so at siga verið útdeyð; men við løgum sum "Wellerman", "The Last Shanty", "Told you So" og "Ring Ding" hevur Nathan av álvara vakt gleðini hjá unga ættarliðnum fyri fólksligu tónleikasjangruni.

Tit kunnu gleða tykkum, tí hetta liggur til føroyska høgrabeinið, og Nathan Evans fer so avgjørt at seta lív í fjøldina í Vágsbotni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2022

43 Leygardagur 12. november 2022

Fýra norðurlendskir rithøvundar vitja Bókadagarnar

Talan er um Gyrðir Elíasson, Iben Mondrup, Anne Holt og Marry Ailonieida Sombán Mari. Hesi fara á ymsan hátt at vera við til tiltakið, ið byrjar um eina viku

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í samstarvi við útgávufeløg, felagsskapir og rithøvundar bjóðar Norðurlandahúsið aftur í ár til Bókadagar, soleiðis at tey, ið kanska hava ein serligan tokka til bókmentir í Føroyum, fáa høvi at savnast. Á skránni er m.a. rithøvundasamrøður, upplestur, bókaframløgur, skriviverkstaður, bókasøla og mangt annað.

Norðurlandahúsið hevur hesuferð bjóðað fýra sera ymiskum rithøvundum til Bókadagarnar, sum í ár verða 16. til 20.november.

Sjangrurnar, sum hesir rithøvundarnar virka innanfyri, eru serstakliga ymiskar, og tí kann ein altíð finna okkurt tiltak, sum er áhugavert fyri júst tey. Sjangrurnar flyta seg frá sterkum lýriskum yrkingum til spennandi krimi bókum – frá skaldsøgum um skapanartrongd til skaldsøgur um familju og kærleika.  

Gyrðir Elíasson (ÍS) hevur skrivað skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar, men ongantíð er nakað útgivið á Føroyskum – inntil nú. Sprotin hevur tvey tey seinastu árini givið tríggjar skaldsøgur út eftir íslendinginum; Sandábókin (2021), Suðurgluggin (2021) og Sorgarmarsjurin (2022). Páll Danielsen fer at lesa upp, og síðani verður samrøða við rithøvundan.  

Iben Mondrup (DK) er uppvaksin í Grønlandi, og tað hevur ávirkað hennara lív og hennara ritverk. Hennara nýggjastu bøkur Tabita (2020) og Vittu (2022) vera høvuðstema í tiltakinum til Bókadagar. Rithøvundurin fer sjálv at hava eina framløgu, og síðani verður ein samrøða millum hana og Bergljót av Skarði.  

Ein tann kendasti krimi-rithøvundurin í norðurlondum, Anne Holt (NOR), kemur eisini til Bókadagar. Flest kenna Vik/Stubø-røðina, sum skapar grundarlagið á tí væl umtóktu svensku sjónvarpsrøðini, Modus. Tað verður eisini ein møguleiki at fáa Anne Holt at signera eina bók.  

Rithøvundurin, yrkarin, leikrithøvundurin og myndlistakvinnan Marry Ailonieida Sombán Mari (Sápmi) var í uppskoti til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár við yrkingasavninum "Beaivváš mánat / Leve blant reptiler". Rúni Weihe fer at hava eina samrøðu við hana.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2022

44 Leygardagur 12. november 2022

Nýggj ungdómsskaldsøga frá Daniali Viðoy

"Rangstøða" er framhald av "Tvístøðu", sum kom út fyri tveimum árum síðani, men kann eisini lesast sum sjálvstøðug skaldsøga

Høvuðspersónurin er tann sami, men nú býr hann í Keypmannahavn, har ymiskar avbjóðingar og freistingar bíða
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikudagin verður bókaframløga í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Bókin er nummar tvey í røðini um Bartal og hansara ymisku avbjóðingar, og hetta er ungdómsskaldsøga nummar tvey hjá 31-ára gamla Daniali Viðoy av Viðareiði, sum nú býr á Tvøroyri.

Á baksíðuni á "Rangstøðu" stendur skrivað:

- Tað var, sum hevði ongin onnur genta í verðini nakað týða, ongin hevði nakað at bjóða, tað var bara Bára, ið kundi gleða mítt hjarta.

Og so hevði eg sjálvur vavt meg upp í eina sak, ið eg var vorðin bundin av. Eg gretti ikki fyri nøkrum, hvat eg var í holtur við. Eg hevði vavt meg upp í ein dyst, eg ikki vildi spæla. Men eg kundi heldur ikki bara sita á bonkinum og hyggja at.

[object Object]

Tilverugrundarlagið hjá høvuðspersóninum Bartali er nú broytt. Hann er fluttur niður til Keypmannahavn og roynir at finna seg til rættis í forvitnisligu tilveruni.

- Møguleikarnir eru nógvir og freistingarnar stórar. Men júst sum gerandisdagurin er byrjaður, verður Bartal knýttur í eitt stríð, hann heldur vildi verið fyriuttan. Óveruleikakendar avdúkingar broyta lívsáskoðanina. Lívið bankar aftur uppá. Silja letur eina ófrættakenda og óhugnaliga verð upp fyri Bartali.

"Rangstøða" er framhald av "Tvístøðu", men kann eisini lesast sum sjálvstøðug skaldsøga, ger rithøvdundurin greitt.

Tað eru Ungu Føroyar, ið geva skaldsøguna út.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2022

45 Leygardagur 12. november 2022

120 menn á palli samstundis

Tórshavnar Manskór og Karlakór Reykjavíkur skipa fyri jólakonsertum fyrst í desember

Tórshavnar Manskór (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinastu nógvu árini hevur Tórshavnar Manskór skipað fyri einari stórari jólakonsert í Vesturkirkjuni fyrst í desember. Jólakonsertin hevur verið annað av tveimum stórum tiltøkum hjá manskórinum, og tí hevur vanliga verið gjørt nógv burtur úr júst hesari konsertini, sum hevur verið hildin saman við ymiskum gestakórum og solistum.

Í ár verður einki undantak í so máta. Heldur tvørturímóti, tí hesaferð verður skipað fyri einari heilari konsertrøð saman við einum av allarbestu manskórunum í Íslandi, kanska tí allarbesta av teimum øllum, nevniliga Karlakóri Reykjavíkur. 

Í alt fara kórini at hava seks konsertir, tríggjar í Føroyum og tríggjar í Íslandi. Konsertrøðin byrjar í Føroyum, har tann fyrsta verður í Lívdini í Hoyvík leygardagin 3. desember klokkan 17, tann næsta verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum sunnudagin 4. desember klokkan 16 og tann triðja verður í Vesturkirkjuni til “vanliga tíð” sunnukvøldið 4. desember klokkan 19.30. Vikuskiftið eftir hava kórini tríggjar konsertir í Hallgrímskirkuni í Reykjavík.

[object Object]Karlakór Reykjavíkur

Vinabandið millum kórini gongur langt aftur. Fyrstu ferð kórini sungu saman var, tá Tórshavnar Manskór var á ferð í Íslandi í 1993, og síðan hava kórini sungið saman í Føroyum í 1995, í Íslandi í 2005, í Føroyum í 2007 og í 2012 og so aftur nú, tíggju ár seinni, í 2022.

Tað eru tvey sera góð kór, sum í ár hava gjørt av at halda jólakonsertirnar saman. Karlakór Reykjavíkur er ógvuliga vælumtókt og hevur havt nógvar konsertir og givið nógvar fløgur út, og í 2026 kann kórið hátíðarhalda 100 ára stovningardagin. Tórshavnar Manskór, sum eisini er ógvuliga vælumtókt, varð stovnað í 1986 og er tí 60 ár yngri enn vitjandi kórið, men er í dag eitt av teimum heilt stóru kórunum í landinum. Tilgongdin hevur verið sera stór í seinastuni og til hesar konsertirnar telur kórið millum 50 og 60 mans. Karlakór Reykjavíkur telur eisini umleið 60 mans til hesar konsertirnar og tað vil siga, at tá kórini syngja saman sleppa áhoyrararnir at hoyra 120 mans á palli samstundis.

Skráin, sum er fjølbroytt, er skrúvað soleiðis saman, at kórini byrja hvør sær og enda síðan konsertina saman. Kórleiðarar vera Bjarni Restorff, sum stjórnar Tórshavnar Manskóri, og Friðrik S. Kristinsson, sum stjórnar Karlakóri Reykjavíkur.

Atgongumerki til konsertina í Lívdini leygardagin 3. desember vera at fáa á atgongumerki.fo í næstum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2022

46 Leygardagur 12. november 2022

Nýggj skjótløðistøð við Effo støðina í Kollfjarðardali

Nú er enn ein møguleiki at løða bilin á strekkinum millum Vestmanna og Eysturoy og/ella Havnina

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Infrakervið við løðistøðum er víðkað við einari Alpitronic 150kW DC-skjótløðistøð umframt ein AC-løðara við Effo støðina í Kollfjarðardali, skrivar SEV á síni heimasíðu.

Á nýggju Alpitronic løðistøðini ber til hjá tveimum bilum at løða samstundis við DC stikki. Hesin møguleikin er ikki á gomlu skjótløðistøðunum.

Talið av elbilum í Føroyum økist støðugt, og av tí sama er eftirspurningurin á skjótløðistøðum eisini hækkaður. Fleiri av teimum nýggjaru elbilunum kunnu løða við upp í móti 100kW, og onkrir enntá meira enn tað. Við nýggju støðini er løðitíðin stytt munandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2022

47 Leygardagur 12. november 2022

Mylla 4 í Neshaga umvælast í Onglandi

Myllan fekk generatortrupulleikar í august 2020, og staðfest varð, at tað ikki loysti seg at umvæla generatorin á staðnum, sum gjørt annars var við fleiri aðrar myllur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í eina tíð hevur ein av myllunum í Neshaga staðið uttan veingir og generator.

Talan er um vindmyllu 4, og orsøkin er, at generatorin og sokallaði ‘hubburin’ ella hjartað, sum veingirnir eru festir í, eru send til Newcastle í Onglandi til umvælingar hjá felagnum Houghton International.

Myllan fekk generatortrupulleikar í august 2020, og staðfest varð, at tað ikki loysti seg at umvæla generatorin á staðnum, sum gjørt annars var við fleiri aðrar myllur, men at generatorin mátti skiftast.

Ein nýggjur generator er sera kostnaðarmikil, og avgjørt er tí at royna at umvæla generatorin hjá omanfyrinevnda veitara.

Hósdagin 27. oktober fóru fólk frá undirveitarum hjá Houghton International saman við Mest og Articon undir at avmontera veingir og generator.

Arbeiðið gekk sera væl, og var liðugt leygarmorgunin 29. oktober. Generator og hjarta fóru síðan av landinum við Norrønu hóskvøldið 3. november. Veingirnir liggja á goymslu í Føroyum.

Umvældi generatorin og hjartað verða eftir ætlan aftur í Føroyum og sett upp aftur í tornið á mylluni í apríl/mai 2023.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2022

48 Leygardagur 12. november 2022

Metgrønur oktober

Samanlagt fyri landið kom burðardygga elframleiðslan upp á góð 71 prosent

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Samstundis sum burðardygga elframleiðslan í Suðuroy i oktober kom upp á 84 prosent, hevur eisini hilnast væl í meginøkinum. 

Heili 70 prosent av elframleiðsluni stavaðu frá varandi orkukeldum, harav 43 prosent úr vatni og 26 prosent úr vindi. Higartil í ár eru 49 prosent av orkuni úr varandi orkukeldum. Somu tíð í fjør vóru 35 prosent úr varandi orkukeldum. Í tilsamans 12 samdøgur var framleiðslan yvir 80 prosent grøn

Fyri alt landið var býtið í oktober tilsamans góð 71 prosent varandi orka og 29 prosent olja.  

[object Object]

Vatnorkuframleiðslan ger munin

Vøksturin í grønu framleiðsluni higartil í ár stavar partvís frá nýggjum framleiðslumátti úr vindi, men serliga sæst stórur vøkstur í framleiðsluni úr vatni.  

Vatnorkuframleiðslan hevur ongantíð verið so stór sum í ár. Í 2015, sum higartil er metár fyri vatnframleiðslu, vóru 99,5 GWt framleiddur tann 31. okt. Higartil í ár hava vatnorkuverkini hjá SEV framleitt 103 GWt, sum svarar til ein 40 prosent vøkstur í mun til 2021.

[object Object]

Nýggju vindmyllurnar hjá Vindrøkt á Gellingarkletti hava økt um vindframleiðsluna higartil í ár við 16 GWt. Men eisini hevur hilnast betur hjá vindfeløgunum hjá SEV; Húsahagi hevur higartil framleitt 25,2 GWt, og Neshagi hevur framleitt 9 GWt, í mun til ávikavist 23,5 og 8 GWt í 2021.

Framleiðslan úr termiska orku fyri alt landið er minkandi, og fram til 31. okt vóru íalt framleiddir 181 GWt úr termiskari orku. Árini frammanundan var tilsvarandi framleiðsla pr. 31. okt: 223 GWt í 2021, 218 GWt í 2020 og 188 GWt í 2019. 

Eftirspurningurin eftir elorku er framvegis vaksandi. Í oktober var framleiðslan 0,6 prosent størri enn í oktober 2021. Higartil í ár er vøksturin 2,44 prosent í mun til somu tíð í fjør, og seinastu 12 rullandi mánaðirnar hevur vøksturin verið 3,8 prosent.

[object Object]Heri Mortensen, stjóri fyri framleiðsluni hjá SEV

- Vit eru sera spent at vita, hvussu restin av árinum fer at hilnast, og hvussu orkubýtið verður við ársenda. Vónin er, at framleiðslan úr varandi orku verður omanfyri 50 prosent, kanska nær 55 prosent, fyri alt landið, og nær 50 prosent fyri Suðuroy, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðslu sambært heimasíðuni hjá SEV.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2022

49 Leygardagur 12. november 2022

COP27: Tey ríku dálka og mugu tí gjalda

Á altjóða veðurlagsráðstevnuni, sum varð sett  í Egyptalandi farna vikuskiftið, er stóri spurningurin, um tey ríku londini vilja gjalda fyri teirra egnu dálking í teimum fátæku londunum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Altjóða veðurlagsráðstenvan COP27 fer fyrst og fremst at snúgva seg um álvarsligu veðurlagsstøðuna í heiminum, har vandi er fyri, at hitin fer at vaksa til 2,6 stig heldur enn tey 1,5 stigini, sum miðjað hevur verið ímóti.

Hitin hevur sett met tey seinastu átta árini á rað og er ein høvuðsorsøkin sambart flestu granskarum  mannaskaptu útlátini av veðurlagsgassum verður sagt í nýggjari ST frágreiðing. Hon vísir á, at ongantíð hevur turkurin, ódnirnar og yvirflóð verið so oyðandi kring heimin sum nú. Sum dømi liggur ein triðingur av Pakistan undir í vatni. 

Á undanfarnu ráðstevnuni í Glasgow varð løgd ein ætlan fyri framtíðar veðurlagspolitikkin, og nú skal tann ætlanin setast í verk. Og tað er eingin løtt uppgáva, nú kríggj herjar í Evropa, matvøruneyð ger um seg eins og inflatión og orkukreppa. 

Tað er í hesi støðuni, at ríkaru londini í heiminum, nú skulu til at taka støðu til, um tey vilja rinda 100 mia. dollarar um árið til menningarlondini bæði til at rinda fyri oyðileggingarnar eins og umleggingina til grøna skiftið. Hetta var eitt av høvuðsmálunum í Glasgow men tá fekst ikki full semja um upphæddina. 

Nú verður stórt trýst lagt á ríku ídnaðarflondini at rinda fyri avleiðingarnar av veðurlagskreppuni í menningarlondunum. Enn er óvist, um tað fer at eydnast  fátækaru lodnunum í eitt nú Afrika og Asia at sannføra ríkaru londini um, at tey hava ábyrgdina av dálkingini og tí mugu gjalda fyri hana. 

COP27 fer at vara í 12 dagar og eru har eisini umboð úr Føroyum, teirra millum Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og veðurlagsmálum. 

Keldur: BBC, DR, NRK, E24, Washington Post, CNN

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2022

50 Leygardagur 12. november 2022

Mærsk skuldsetir oljuídnaðin fyri at steðga grøna orkuskiftinum

Trot á grønum brennievni kann seta fót fyri ætlanini hjá danska reiðaríinum Mærsk at gerast CO2 neutralt í 2030

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta skriva danskir miðlar, nú Mærsk hevur bílagt 19 skip, sum skulu brúka methanol ístaðin fyri olju. Í samrøðu við Financial Times skuldsetir Mærsk oljuídnaðin fyri at halda aftur við grønum brennievnum. Tað kann gerast ein hóttan móti royndunum hjá Mærsk at gerast CO2 neutralt í 2030. 

- Í dag keypa vit okkara brennievni frá oljufeløgunum. Men tey hava ikki bjóðað okkum grønt methanol til ein prís, sum vit kunnu góðraka, sigur Morten Bo Christiansen, stjóri í AP Møller Mærsk við bretska blaðið.

- Vit høvdu roknað við, at veitararnir fóru at hjálpa okkum at finna nýggj brennievni. Men tað hava teir ikki gjørt enn.

Mærsk hevur júst gjørt íløgur í 19 nýggj methanol-skip, sum skulu takast í nýtslu longu í 2023 ella 2025. Felagið hevur gjørt avtalu við Spania um framleiðslu av grønum brennievni, sum eftir ætlanini skal framleiða upp til tvær mió. tons av e-methanol um árið í 2030.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2022

51 Leygardagur 12. november 2022

Útseta heimsins norðastu oljuútbygging

Norska Equinor hevur avgjørt at úseta útbyggingina av Wisting oljuleiðini í Barentshavinum til 2026

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Avgerðin kemur eftir, at Equinor og partarnar hava mett um útbyggingarkostnaðin, sum er hækkaður nógv seinastu tíðina eins og órógv og óvissu á veitingarøkinum.

Ætlanin var annars, at avgerðin um hesa størstu útbyggingina í Barentshavinum skuldi vera í desember í ár. Nú er avgjørt, at avgerðin um útbyggingina verður í 2026 ístaðin.

Nógv kjak hevur verið um hesa útbygging og hava umhvørvisfelagsskapir roynt at steðga henni. Equinor hevur tó alla tíðina sagt, at tað fer at útbyggja leiðina, tí hon hevur týdning bæði fyri felagið og fyri norska búskapin sum heild. Hon vil eisini fáa týdning í tí støðu, sum heimurin og her sersakliga Evropa er í, tá tosað verður um orkutrygd.

[object Object]

Útbyggingin kostar 104 mia. norskar kr. Orsøkin til at útseta verkæltanina er umframt høgu inflatiónina eisini stóra óvissan við veitingum tvs. óttin fyri ikki at fáa neyðuga tilfarið til útbyggingina til tíðina, serliga nú kríggj er í Ukraina.

Óvissurnar í løtuni eru rætt og slætt ov stórar til at fara undir eina so stóra útbygging sigur Equinor. So skjótt sum meira vissa er fyri veitingarídnaðinum fer Equinor undir aftur arbeiðið at leggja til rættis útbyggingina.

Umboð fyri Equinor vísir á, at felagið hevur 40 ára royndir í Barentshavinum og arbeiðir nú við at fáa gongd á framleiðsluna á eini aðrari stórari leið í grannalagnum, nevniliga Castberg leiðina, sum skal byrja framleiðsluna í 2024.

Equinor fer at brúka komandi árini til at menna Wisting verkætlanina við eitt nú at gera hana út við elektrifisering úr landi. Hetta verður eisini ein stór avbjóðing, tí leggjast skal ein 350 kilometrar long leiðing út landi til leiðina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2022

52 Leygardagur 12. november 2022

Runda 8 milliardir í komandi viku

Fólkatalið á jørðini er tvífaldað úr 4 upp í 8 milliardir síðan 1974

Natalia Kanem, leiðari fyri UNFPA (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Um komandi viku, meira nágreiniliga 15. november, runda vit 8 milliardir íbúgvar á jørðini.

Tað er grunnurin fyri fólkavøkstri undir ST, UNFPA, sum hevur roknað seg fram til hetta.

Fólkatalið á jørðini er tvífaldað síðan 1974, og fýrfaldað síðan 1927 og í 2050 verða vit væntandi 9,7 milliardir á jørðini, skrivar dr.dk.

- Átta milliardir er ein týðandi merkishending fyri mannaættina, sigur leiðarin fyri UNFPA, Natalia Kanem.

Hon fegnast um, at alsamt færri børn doyggja í sambandi við, ella stutt eftir føðing, og at miðal livialdurin í heiminum eisini er hækkandi.

- Eg veit væl, at tað eru ikki øll, sum fegnast um hesa hending. Nøkur óttast fyri, at at vit gerast ov nógv fólk, men tað er ikki talið av fólkum, sum gevur orsøk til at óttast, sigur Natalia Kanem, sambært NTB.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2022

53 Leygardagur 12. november 2022

Heimurin ávegis móti klimahelviti

- Vit eru við at traðka gasspedaluna í botn segði ST aðalskrivarin á COP27

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hann er kendur fyri ikki at leggja fingrarnar ímillum – at kalla ein spaka fyri ein spaka og brúka sera hørð orð og vendingar, tá hann umrøður støðuna í heiminum – m.a. frá røðarapallinum í ST.

Talan er um ST aðalskrivaran António Guterres, sum aftur - hesaferð á COP27 veðurlagsráðstevnuni í Egyptalandi – hevur brúkt ógvuslig og alvarssom orð í síni setanarrøðu.

[object Object]

“World and humanty is on ‘highway to climate hell’, ávaraði Guturres, tá hann tók orðið á COP27. Hann brúkti eisini vendingina, at heimurin varð vorðin eitt klimakaos og taka vit okkum ikki um reiggj og gera neyðugu broytingarnar í veðurlagspolitikkinum, so endar tað heilt galið.

Antin broyta vit kósina nú ella gongur tað bara ein veg – tann skeiva vegin. Hann vísti á, at vit hava ikki megnað at vent gongdini, soleiðis at vit kunnu liva upp til Parísavtaluna um, at upphitingin má ikki fara uppum 1,5 stig. -Vit stríðast fyri at yvirliva og komandi 10 árini fara at vísa, um vit megna at steðga yvirupphitingini.

Hann vísti á týdningin, at ídnaðarlondini og menningarlondini kunnu arbeiða saman ella vit gera kollektivt sjálvmorð, sum hann málbar seg. Heimurin hevur neyðugu amboðini til tess at minka um útlátið. Enn stendur eitt vindeygað opið fyri at venda gongdini.

Eitt av stóru málunum, sum sett síni fingramerki á ráðstevnuna higartil, er støðan hjá teimum fátækaru londunum í heiminum. Hesi londini eitt nú í Afrika krevja av ríkara partinum av heiminum, tvs. Vesturheimin, Russland og Kina, at hann tekur sína ábyrgd av dálkingini og veðurlagsbroytingunum, sum hava rakt menningarlondini so meint. Higartil hevur verið tosað um, at ríkaru londini skulu rinda 100 milliardir dollarar til menningarlondini um árið. Nú er tann upphæddin hækkað munandi og skulu índaðarlondini, haðani yvirupphitingin stavar, ikki bert rinda fyri grøna orkuskiftið í menningarlondununum, tey skulu eisini rinda fyri teir ovurstóru skaðarnar, sum broytta veðurlagið hevur havt serstakliga í triðja partinum av heiminum, her m.a. Pakistan, Nigeria oø. 

Tað ljóðar, at tað verður torført at sannføra ríkaru londini at liva upp til hesi krøvini, ikki minst tí tey stríðast við inflatión, orkukreppu og kríggið í Ukraina. 

Eitt mál, sum eisini fekk nógva umrøðu, er spurningurin um framtíðar nýtsluna av gassi. Nógv av menningarlondunum her serliga í Afrika vilja sleppa at útvinna teirra stóru gassgoymslur soleiðis at tey kunnu fáa atgongd til m.a. elektrisitet eins og ídnaðarlondini. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2022

54 Leygardagur 12. november 2022

Spania: Løgreglan lagt hald á 32 tons av marijuana

Hetta er størsta nøgdin av marijuana, sum nakrantíð er funnin, og hevur hon eitt søluvirði á 476 millióir krónur, upplýsir spanska løgreglan

(Mynd: Guardia Civil/Reuters)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna leygardag upplýsti spanska løgreglan, at hon hevði lagt hald á 32 tons av marihuana.

Hetta er størsta nøgdin, sum nakrantíð er funnin, og hevur hon eitt søluvirði á 64 milliónir evrur, ið svarar til 476 milliónir í okkara krónum.

Rúsevnini vórðu funnin, tá løgreglan kannaði fleiri garðar og verksmiðjur ymsastaðni í landinum. Undir átakinum handtók løgreglan eisini níggju menn og 11 kvinnur. Tey eru millum 20 og 59 ár.

Handtøkurnar vórðu framdar í Toledo, Ciudad Real, Valencia og Asturias í oktober, men ikki fyrr enn nú almannakunngjørdi løgreglan upplýsingar um málið, skrivar Ritzau.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2022

55 Leygardagur 12. november 2022

Bjartalíð skaddur - boð eftir Bartalsstovu

Jóannes Bjartalíð er skaddur, og verður tískil ikki við í venjingardystunum móti Kekkia og Kosovo. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Kaj Leo í Bartalsstovu

Kaj Leo í Bartalsstovu (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í farnu viku kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til venjingardystirnar móti Kekkia og Kosovo, sum verða á útivølli í næstum.

Men nú er greitt, at venjarin verður noyddur til at síggja burtur frá Jóannesi Bjartalíð úr KÍ, ið hevur verið ein av størstu profilunum í heimligu kappingini, umframt at hann veruliga hevur bitið seg fastan á landsliðið.

Orsøkin er ein brotin stóratá, og boðini frá læknanum eru, at Jóannes Bjartalíð skal binda frið næstu fýra vikurnar, og hann er tískil ikki tøkur til landsliðsfótbólt hesaferð.

Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Kaj Leo í Bartalsstovu, ið spælir fyri ÍA Akranes í Íslandi, og sum higartil er skrásettur fyri 27 A-landsdystir og eitt mál fyri Føroyar.

Og tað var ein fegin gøtumaður í Íslandi, tá hann umsíðir aftur varð boðsendur til føroyska A-landsliðið.

– Landsliðið hevur altíð verið nakað heilt serligt at spælt fyri. Steðgurin hesaferð gjørdist heldur drúgvur, men eg gleði meg til dystirnar, og vónandi fái eg eisini nakrar minuttir á vøllinum, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu við heimasíðuna hjá FSF.

Mikudagin 16. november spæla Kekkia og Føroyar í Ololouc, og tríggjar dagar seinni, leygardagin 19. november møtast Kosovo og Føroyar í Pristina.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklubb (Noreg)
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Samuel Johansen Chukwudi, Union St. Gilloise (Belgia)
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍA Akranes (Ísland)
Jann Julin Benjaminsen, IL Hødd (Noreg)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Andrias Edmundsson, Aguilas FC (Spania)
Noah Hans Mneney, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Stefan Radosavljevic, HB Tórshavn
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Pætur Petersen, HB Tórshavn

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2022

56 Leygardagur 12. november 2022

Uros til Sørvágs

Vágamenn hava skrivað undir við serbiska málrevin

Uros Stojanov var í hvíta B36-búnanum í eitt ár. Seinasta hálva árið hevur hann spælt á Skála (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Uros Stojanov spælir næsta kappingarár við 07 Vestur. Hesum boðar felagið frá í vikuni.

Serbin kom til ÍF í 2021, men valdi í fjørsummar at royna eydnuna í B36. Tað hilnaðist ikki væl í B36, og Uros Stojanov skrivaði tí undir við Skála í summar.

Skála flytir sum kunnugt niður í næstbestu deildina at spæla, og Uros Stojanov hevur nú fingið nýtt felag.

- Ein av okkara avbjóðingum í ár hevur verið at umseta inlegg til mál. Vit hava havt ótrúliga nógv innlegg, og ikki nógv av hesum eru umsett. Her vænta vit, at styrkin hjá Uros fer at koma okkum serliga til góðar, sigur 07 Vestur.

Uros er 33 ára gamal, og kemur úr Serbia. Áðrenn hann kom til landið spældi hann við ymiskum liðum úr Serbia. Hann er 1,89 m. Høgur. Hann hevur skorað 38 mál, síðani hann kom til Føroyar.

07 Vestur endaði í ár á sjeynda plássið við 29 stigum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2022

57 Leygardagur 12. november 2022

Glyvramaður skal nú hava heimavøll á Svangaskarði

Ungi og evnaríki áleyparin Jørgen Nielsen skiftir úr grannunum NSÍ, sum hann skoraði seks mál fyri í 15 dystum hetta kappingarárið. - Eg eri spentur uppá projektið hjá B68. Eisini spældi tað nógv inn, at Jákup á Borg er venjari

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Vit í B68 kunnu við stoltleika kunngera, at vit hava ognað okkum eitt tað evnaríkasta talentið í føroyskum fótbólti.

Soleiðis skrivar B68 hósdagin, í samband við at felagið kunngjørdi at Jørgen Nielsen hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við felagið.

U21 landsliðsleikarin, sum seinni í mánaðinum fyllur 19 ár, hevur annars bert umboðað grannarnar NSÍ í føroyskum fótbólti. Sum heilt ungur var hann eitt stutt skifti í Danmark og spældi og í fyrru hálvu í ár, umboðaði Jørgen Östers í Svøríki.

Tað verður mett, at Jørgen Nielsen er eitt av mest spennandi álopstalentunum í føroyskum fótbólti, og B68 lýsir nýggja leikara sín á hendan hátt:

- Hóast sín unga aldur er hann ein sera komplettur áleypari. Hann er skjótur, sterkur, djarvur og hevur sera góðar bólteginleika.

Síðsta kappingarár spældi hann ikki á sínum nátúrliga plássið, men ístaðin á vonginum. Tó skoraði 18-ára gamli glyvramaðurin seks mál í 15 dystum fyri niðurflytarnar NSÍ, og hann skoraði eisini í sínum fyrsta U21-landsdysti - í 1-1 javnleikinum móti Serbia í Klaksvík. 

[object Object]
Jørgen Nielsen í U-landsdyst á Svangaskarði

Nú skiftir Jørgen, ið júst hevur gjørt avtalu við umboðsmannafelagið NextStep Sports Management, sum Tummas Juul Sólbjørnsson Thomsen nú er partur av, til grannarnar.

- Hetta var ein stór avgerð at taka, sum eg havi hugsað nógv um. Eg eri spentur upp á projektið hjá B68; hópurin er ungur og spennandi, og eg kenni flestu leikarnar.

Venjarin hevði ein týðandi leiklut í avgerðini, sigur Jørgen Nielsen, sum samanlagt hevur spælt 38 dystir og skorað níggju mál fyri besta liðið hjá NSÍ, eisini við Facebook-síðuna hjá B68.

- Eisini spældi tað nógv inn, at Jákup á Borg er venjari, og føli eg, at hann kann menna meg sera nógv sum leikara

Alex Mellemgaard og Ragnar Samuelsen skifta báðir til B68 úr B36. Greitt er eisini, at allir teir útlendsku leikararnir - fyriuttan miðverjan Aiden Liu - halda fram á Svangaskarði. Spurningurin er so, um B68 fer at royna at styrkja seg meira til næsta kappingarár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2022

58 Leygardagur 12. november 2022

Víkingur hevur tryggjað sær Poul Kallsberg

19-ára gamli evnaríki álopskendi miðvallarin gerst triði strandingurin í hópinum hjá steypavinnarunum. Hann hevur frammanundan bert umboðað barndómsfelagið Skála

Onnur feløg hava eisini víst Poul, ið flutti niður saman við Skála, áhuga (Mynd: vikingur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Søgur hava gingið um tað í eina tíð, og nú er tað endliga váttað: Poul Kallsberg skal næsta kappingarár spæla fyri Víking.

19-ára gamli strandingurin var eitt av ljóspunktunum hjá greiðu niðurflytarunum Skála í ár, og tað var helst ongantíð eitt tema, at evnaríki álopskendi miðvallarin skuldi spæla í 1. deild, eins og hann gjørdi í fjør.

Tá var Poul eitt stutt skifti í italska felagnum Lazio til royndarvenjing. Áhugi hevur verið fyri honum ymsastaðni í Føroyum, og sum skilst hevði hann millum annað eitt sáttmálatilboð liggjandi á borðinum frá 07 Vestur. Men hóskvøldið kundi Víkingur so váttað, at Poul Kallsberg er ljósabláur: 

- Poul er 19 ára gamal, og hevur inntil nú, bert umboðað barndómsfelagið Skála, har hann farna kappingarár skoraði seks mál. Eisini hevur Poul spælt 17 ungdómslandsdystir. Poul er ein spennandi ungur leikari, sum vit gleða okkum at síggja meir til.

[object Object]
Ein blaðungur Poul Kallsberg í nærdysti við Bárð Jógvansson Hansen í 2020. Teir verða nú liðfelagir í Víkingi (Mynd: Jens Kr. Vang)

Felagið bjóðar Poul Kallsberg vælkomnan í Sarpugerð og kunngerð, at talan er um ein tvey-ára sáttmála. Poul hevur higartil spælt 53 dystir í Betrideildini og tríggjar í kappingini um Løgmanssteypið.

Tveir aðrir strandingar hava spælt fyri Víking seinastu trý kappingarárini: Ari Olsen og Jákup Johansen. Umframt hetta er venjari hjá næstbesta liðnum, ið aftur í 2022 stóð seg heilt væl, strandingurin Ólavur Mikkelsen.

Hetta er fyrsti styrkurin hjá steypavinnarunum og silvurvinnarunum í Betrideildini, og spurningurin er so, um liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen fær meira tilgongd í vetur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2022

59 Leygardagur 12. november 2022

Fuglfirðingur leingir við Víking

Noah Mneney spælir í ljósabláum næstu tvey árini

Noah Mneney (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Noah Mneney hevur í vikuni skrivað undir nýggjan sáttmála við Víking. Sáttmálin er galdandi næstu tvey árini.

- Noah, sum er fuglfirðingur, kom út um eið at spæla fótbólt sum 16 ára gamal, og sigast má, at hann hevur ment seg nógv og er í dag ein av berandi kreftunum á okkara Betri liðið, sigur Víkingur.

19 ára gamli Noah varð herfyri úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð, og verður í hópinum til venjingardystirnar móti Kekkia og Kosovo.

[object Object]Noah Mneney hevur eisini verið á U21-landsliðnum (Mynd: Aleksandar Djorovic)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2022

60 Leygardagur 12. november 2022

Ronja nýggjur fysiskur venjari í EB/Streymi

24-ára gamla skálakvinnan hevur tvey tey seinastu árini verið fysisikur venjari í barndómsfelagnum. Í 2023 skal hon vera høvuðspersónur í uppraðfestini av fysisika partinum í EB/Streymi og venja mansliðið, kvinnuliðið og ungdómin

Ronja H. Joensen kemur at venja besta mansliðið, besta kvinnuliðið og ungdómin í felagnum (Mynd: EB/Streymur)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

24 ára gamla Ronja H. Joensen av Skála, hevur seinastu tvey árini verið fysiskur venjari hjá besta mansliðnum á Skála. Nú hevur hon fingið eina nýggja avbjóðing.

Ronja skal taka sær av fysiska partinum hjá besta mansliðnum, besta kvinnuliðnum og ungdóminum í EB/Streymi

- Tískil uppraðfesta vit við hesari undirskriftini allan fysiska partin í felagnum, og talan er um førleikar, ið vit í felagnum vænta sera stóra gleði av komandi árið.

Soleiðis skrivar EB/Streymur á Facebook-síðu sínari. Felagið hevur í 2022 havt Óla Hendrik av Fløtum tilknýttan besta mansliðnum, og hevur havnarmaðurin flut liðið á fysiska økinum - nú kemur ein venjari, ið skal virka rundanum í øllum felagnum.

Um nýggja fysiska venjarin skrivar EB/Streymur:

- Ronja er væl lisin og er útbúgvin persónligur venjari, arbeiðir í Burn og lesur til lærara. Umframt tað hevur Ronja tikið útbúgvingar innan kostráðgeving, massør og annað.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2022

61 Leygardagur 12. november 2022

Betuel heldur fram í barndómsfelagnum

25-ára gamli miðvallarin fer í 2023 at spæla í 1. deild. - Eg eri ógvuliga harmur um, at NSÍ flutti niður, og síggi tað sum mína skyldu at fáa okkum í toppin aftur. Hetta er eisini ein spennandi uppgáva, nú vit byggja eitt nýtt lið upp aftur, sigur Betuel Hansen við nsi.fo

Betuel Hansen hevur skrivað tvey-ára sáttmála, og vil harvið verða við at byggja upp aftur, nú NSÍ er flutt niður. Hetta fegnast tey stórliga um í felagnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Vit eru sera fegin um at staðfesta, at Betuel Hansen heldur fram í gulum næstu tvey árini. Soleiðis skrivar NSÍ á heimasíðu sínari.

Í síðstu viku varð kunngjørt, at stinni málverjin Kristian Joensen - ið varð í uppskoti til at gerast ársins málverji 2022 - hevur valt at venda aftur til barndómsfelagið, og stutt eftir tað komu sáttmálarnir við Búa Egilsson og Mórits Heina Mortensen upp á pláss. 

Nú hevur Betuel Hansen, ið áhugi hevur verið fyri aðrastaðni frá, eisini skrivað undir við NSÍ. Hann sigur við nsi.fo, at tað er nú, at "tað er nú, at vit skulu standa saman um NSÍ

- Talan er ikki bara um føgur orð, tá NSÍ-arar siga, at saman standa vit sterk. Vit hava seinastu dagarnar sæð, at fleiri profilar í føroysku kappingini hava skrivað sáttmála við NSÍ. Orsøkin er, at teir ynskja at luttaka í eini spennandi ætlan, har NSÍ skjótast møguligt skal aftur í toppin av føroyskum fótbólti.

[object Object]
Betuel saman við nýggja formanni felagsins, Karstini Joensen (Mynd: nsi.fo)

Soleiðis skrivar NSÍ og vísur síðani á, at Betuel Hansen telist, hóast hann einans er 25 ár, millum teir heilt royndu NSÍ-leikararnar.

- Hann hevur umboðað øll ungdómslandsliðini hjá Føroyum, spælt yrkisfótbólt uttanlands (ungdómsliðum hjá SIlkeborg. red.) og hartil hevur hann longu spælt 176 dystir fyri besta mansliðið hjá NSÍ. Tað er ein sannur fongur fyri NSÍ, at ein leikari við slíkum royndum tekur enn eitt tørn fyri NSÍ, nú brúk er fyri góðum kreftum til at byggja eitt nýtt lið upp. Tað er eingin ivi um, at Betuel er ein sentralur leikari í hesi ætlan.

Sentrali miðvallaurin hevur valt at halda fram í barndómsfelagnum - hann kennir ábyrgd á sær og vil verða við at byggja nakað upp:

- Eg eri ógvuliga harmur um, at NSÍ flutti niður, og síggi tað sum mína skyldu at fáa okkum í toppin aftur. Hetta er eisini ein spennandi uppgáva, nú vit byggja eitt nýtt lið upp aftur. Felagið er enn líka stórt, og eg skal gera mítt til, at vit enda í evropeiskum kappingum aftur skjótast møguligt.

Sáttmálain millum NSÍ og Betuel er galdandi fyri 2023 og 2024. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2022

62 Leygardagur 12. november 2022

Trý ár afturat við Betri

Nú er greitt, at Betri heldur fram sum høvuðsstuðul hjá meistaradeildunum hjá kvinnum og monnum, eins og Betri framvegis verður ein av høvuðsstuðlunum hjá kvinnulandsliðnum

Hósdagin skrivaðu Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum, og forsetin í FSF, Christian Andreasen, undir nýggja stuðulsavtalu
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Vit hava verið sera væl nøgd við samstarvið undanfarnu árini, og tað kemur tí væl við, at hendan avtalan verður longd. Tað hevur eisini stóran týdning, at vinnulívið er við, og vit eru sjálvandi erpin av, at ein so stórur viðspælari framvegis ynskir at vera á okkara liði, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya. 

Fyrrapartin hósdagin skrivaðu Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum, og forsetin í FSF, Christian Andreasen, undir nýggja stuðulsavtalu, ið inniber, at verandi avtala verður longd við trimum árum, og er sostatt galdandi til endan av 2025. 

Tað merkir, at eisini næstu trý árini fara fremstu deildirnar hjá kvinnum og monnum at eita Betri Deildin, samstundis sum Betri framhaldandi verður ein av høvuðsstuðlunum hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum. 

Eisini í Betri samtakinum eru tey errin av at vera ein av stóru og sterku viðspælarunum hjá kvinnulandsliðnum, og hjá føroyskum fótbólti sum heild.

– Vit ynskja alla tíðina at ganga nýggjar leiðir, og nú kvinnurnar skulu undir ein nýggjan kappingarleist í UEFA Nationas League, so vilja vit sjálvandi vera við. Fótbóltur fyllir eisini nógv í samfelagnum – í øllum aldursbólkum. Fótbóltur er savnandi og mennandi, ið samstundis er nakað, ið vit eisini stremba eftir hvønn dag, sigur Evy Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum.

Betri Deildin 2023 hjá monnum byrjar væntandi fyrsta vikuskiftið í mars, meðan Betri Deildin 2023 hjá kvinnum væntandi fer av bakkastokki ein mánað seinni. Lutakastið til fyrstu UEFA Nations League kapping hjá kvinnum verður eisini um sama mundi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2022

63 Leygardagur 12. november 2022

Gunnar skal finna nýtt felag

Royndi landsliðsmálverjin hevur seinastu sjey árini umboða FH, men greitt er nú, at partarnir ikki halda fram við samstarvinum. Harvið fer Gunnar ikki at spæla undir Heimiri Guðjónssyni aftur

36-ára gamli havnarmaðurin hevur síðani 2015 verið í íslendskum fótbólti. Næsta uppgávan hjá honum eru venjingardystir fyri Føroyar í næstu viku, og nú snýr tað seg eisini um hjá Gunnari at finna eina nýggja avbjóðing (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann hevur fyri stuttum fylt 36, og hevur síðani 2015 spælt í Íslandi. Fyrst eitt ár í Stjørnuni og so sjey kappingarár við FH. 

Gunnar Nielsen hevur spælt samanlagt 150 dystir fyri liðini á Hafnarfjørðinum. Fyri tað mesta hevur føroyski landsliðsmálverjin verið greitt fyrstaval, men hann hevur eisini havt kapping, nøkur ár hava skaðar darvað, og miðskeiðis í hesum kappingarárinum misti hann plássið.

FH hevði eitt vánaligt kappingarár, og endaði triðaftast við 25 stigum fyri 27 dystum og slapp við neyð og deyð undan niðurflyting - ÍA Akranes við Kaj Leo í Bartalsstovu í hópinum hevði verri málúrttøku og fór harvið niður. 

Betri gekst í fyrsta kappingarárinum hjá Gunnari, tá FH vann íslendska meistaraheitið fyri áttandu ferð. Tá var Heimir Guðjónsson venjari. Nú vendir fyrrverandi HB-venjarain aftur til Hafnarfjørðin, men hesaferð fer hann ikki at hava føroyska málverjan í hópinum. 

[object Object]
Gunnar Nielsen í dysti fyri FH. 

Tað varð í vikuni kunngjørt, at Gunnar Nielsen ikki heldur fram á Hafnarfjørðinum.
Hetta skrivar fotbolti.net, sum eisini setur FH í samband við Sindra Kristinn Ólafsson, málverjan hjá Keflavík.

36-ára gamli føroyski landsliðsmálverjin skal nú finna sær nýtt felag. Sum vit hava fingið upplýst, er tað eftir ynski frá Gunnari sjálvum, at hann ikki framhaldandi fer at umboða FH.

Gunnar Nielsen er royndasti maður í tí landsliðshópinum, sum í morgin fer avstað til Kekkia. A-landsliðið skal í komandi viku spæla tveir venjingardystir - um Gunnar bara spælir annan, kemur hann uppá 70 A-landsdystir fyri Føroyar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2022

64 Leygardagur 12. november 2022

Jóannes, Jóannes og aftur Jóannes

Triðja mánaðin á rað er Jóannes Bjartalíð úr KÍ valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað er einki at ivast í, at kappingarárið 2022 hevur hilnast væl hjá Jóannesi Bjartalíð úr KÍ, og næstu tíðina kann bóltsnillingurin í Klaksvík uttan samvitskubiti lata seg í sigurskappan, pussa skógvarnar, og ganga við brattari bringu á Stangavegnum ella fram við vøllinum á Djúpumýru.

Tað eydnaðist akkurát ikki at vinna greipuna, men føroyameistaraheitið bleiv vunnið í suverunum stíli, og afturat tí hevur Bjartalíð eisini havt ein týðandi leiklut á liðnum hjá Håkani Ericson og føroyska A-landsliðnum.

Serliga minnast vit javnleikin á útivølli móti Luksemborg, tá okkara menn vóru í sekkinum, og seinasti knúturin skuldi strammast. Men við tveimum málum frá framrættaða miðvallaranum reistist føroyska liðið, og fleyg heim til føroyska summarið við einum stigi í viðførinum.

Og nú, triðja mánaðin á rað, er maðurin við 10-talinum á rygginum hjá FM-vinnarunum valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum. Aðrir, ið eisini kunnu erpa sær av, at hava vunnið hendan heiður – at verða valdur til besta spælara í einum mánað – eru Stefan Radosavljevic úr HB, liðfelagin hjá Jóannesi Bjartalíð, Páll Klettskarð, og Sølvi Vatnhamar úr Víkingi.

[object Object]Frímund Hansen, formaður í stuðlafelagnum KÍ Tórshavn, og Jóannes Bjartalíð (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

– Jú, jú, hetta fótbóltsárið hevur verið á heilt góðari leið. Vit ætlaðu okkum sjálvandi Løgmanssteypið eisini, men soleiðis bleiv tíverri ikki. Men vit royna aftur komandi ár, eingin ivi um tað, sigur Jóannes Bjartalíð, tá hann fær boðini, at serfrøðingarnir triðja mánaðin á rað hava valt hann til besta spælara í fremstu deildini hjá monnum.

Tað eru landsliðsvenjarar og fjølmiðlar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað. Tá talt var saman hesaferð, var rættuliga skjótt greitt, at Bjartalíð fór at verða kosin til besta spælara í oktober, eins og hann bleiv í august og í september. Nummar 2 gjørdist Boubacar Dabo úr B68, og einum deildum triðja plássi komu Árni Frederiksberg og Sølvi Vatnhamar.

Fyri heiðurin sum besti spælari í oktober, fekk Jóannes Bjartalíð handað eitt gávubræv upp á 1.500 krónur frá EFFO, og eina glasstandmynd, ið er latin av Betri. Tað var Frímund Hansen, formaður í stuðlafelagnum KÍ Tórshavn, ið vegna FSF stóð fyri handanini, og vegna stuðlafelagið nýtti hann samstundis høvið at lata Jóannesi eitt gávubræv upp á 3.000 krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2022

65 Leygardagur 12. november 2022

Livyan kosin at vera best í oktober

Álopskendi miðvallarin úr Brasil hevði eitt sera gott fyrsta kappingarár í B36, og 21-ára gamla Livyan Borges Silva endaði tað eisini væl við nøkrum málum í oktober

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kvinnurnar hjá B36 endaðu kappingarárið við einum góðum stima. Tær vunnu tríggjar teir seinastu dystirnar og endaðu harvið á fjórða plássi.

- Ein av orsøkunum til góðu gongdina er Livyan Borges Silva, sum undan kappingarbyrjan kom til felagið úr heimlandinum Brasil.

Livyan spældi allar 21 landskappingardystirnar hjá B36 á tamb, og við 15 málum gjørdist hon eisini toppskjútti fyri árstalsfelagið. Fyri deildina samanlagt endaði hon á javnsettum triðja plássi við landskvinnunum, sum spælir í NSÍ, Stefani Cabral. B36-leikarin er á Farosoccer skrásett fyri fimm upplegg.

Fótbóltssambandið skrivar, at týsdagin varð góði endin á kappingarárinum hjá Livyan og B36 staðfestur, tá 21-ára gamla álopskendi miðvallarin varð kosin besti spælari hjá kvinnum í oktober.

- Atkvøðugreiðsluna vann hon í sera tættari kapping við Jensu Tórolvsdóttir úr Víkingi, og stutt aftanfyri tær var púra javnt millum Sannu Svarvadal og Duritu Hummeland úr KÍ, Rebekku Benbakoura úr HB og Heidi Sevdal úr NSÍ.

Tað er greitt, at Livyan Borges Silva og Jiselle Souza, báðar úr Brasil, halda fram í B36. Livyan var eisini í uppskoti til heiðurin sum ársins áleypari, sum Miðlahúsið og FM1 skipaðu fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya á Hotel Hafnia í vikuni.

Tað var Fróði Danielsen, starvsnevndarlimur í FSF, sum handaði einari sera fegnari Livyan heiðurin sum ársins leikari í oktober í B36 húsinum.

[object Object]
Fróði Danielsen frá FSF saman við Livyan Borges Silva í B36-húsinum í gjárkvøldið (Mynd: fsf.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2022

66 Leygardagur 12. november 2022

Hesi vórðu heiðrað á Fótbóltsgalla hóskvøldið

KÍ og Víkingur fóru avstað við tí mesta tá fótbóltsspælarar vóru heiðraðir á Fótbóltsgalla í gjárkvøldið. Sølvi Vatnhamar og Jens Tórolvsdóttir gjørdust ársins spælarar

Sølvi Vatnhamar varð í gjárkvøldið kosin ársins leikari hjá monnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bestu fótbóltsspælarar í Føroyum vóru hóskvøldið heiðrað á “Fótbóltsgalla 2022” á Panorama hjá Hotel Hafnia.

Tað vóru KÍ og Víkingur, sum fóru avstað við tí mesta. Ársins spælarar gjørdust Sølvi Vatnhamar hjá monnum og Jensa Tórolvsdóttir hjá kvinnum.

[object Object]Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur (Mynd: Sverri Egholm)

Ársins spælari

Menn: Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kvinnur: Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur

Ársins ungi spælari

Menn: Noah Mneney, Víkingur
Kvinnur: Rakul Sørensen, Víkingur

Ársins málverji

Menn: Mathias Rosenørn, KÍ
Kvinnur: Óluva A. Joensen, KÍ

Ársins verjuspælari

Menn: Heini Vatnsdal, KÍ
Kvinnur: Birita Ryan, KÍ

Ársins miðvallari

Menn: Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kvinnur: Sanna Svarvadal, KÍ

Ársins áleypari

Menn: Páll Klettskarð, KÍ
Kvinnur: Heidi Sevdal, NSÍ

Ársins venjari

Menn: Mikkjal K. Thomassen, KÍ
Kvinnur: Jens Wedeborg, KÍ

Ársins dómari

Menn: Petur Reinert
Kvinnur: Høgni Madsen

Ársins lið

Menn:
Mathias Rosenørn (KÍ), Heini Vatnsdal (KÍ), Gunnar Vatnhamar (Víkingur), Bárður Jógvansson Hansen (Víkingur), Patrick da Silva (KÍ), Jóannes Bjartalíð (KÍ), Jákup Biskopstø Andreasen (KÍ), Árni Frederiksberg (KÍ), Páll Andrasson Klettskarð (KÍ), Mads Borchers (07 Vestur), Sølvi Vatnhamar (Víkingur)

Kvinnur: 
Óluva A. Joensen (KÍ), Birita Ryan (KÍ), Sarita Mittfoss (HB), Tórun Joensen (KÍ), Jiselle Souza (B36), Sanna Svarvadal (KÍ), Ansy Jakobsen (NSÍ), Evelin Mastropasqua (07 Vestur), Jensa Tórolvsdóttir (Víkingur), Livyan Silva (B36), Heidi Sevdal (NSÍ)

Ársins landsliðsleikari

Menn: Jóannes Bjartalíð, KÍ
Kvinnur: Birita Ryan, KÍ

Fair Play steypið

KÍ menn

Toppskjútti/gullskógvurin

Menn: Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kvinnur: Heidi Sevdal, NSÍ

Tað eru FM1 og Miðlahúsið, sum skipa fyri tiltakinum í samstarvi við Fótbóltssambandi Føroya.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2022

67 Leygardagur 12. november 2022

U19: Hópurin til EM-undankapping í Kroatia úttikin

Føroyar spæla í Kroatia í døgunum 14. til 23. november – mótstøðuliðini eru Kroatia, Ísrael, og Finnland

(Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í døgunum 14. til 23. november fer føroyska U19-landsliðið við dreingjum til EM-undankapping í Kroatia.

Umframt Føroyar og vertslandið, eru Ísrael og Finnland eisini við í bólkinum.

Føroyar spæla móti Kroatia 16. november, móti Ísrael 19. november, og móti Finnlandi 22. november.

Sigfríður Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum, hevur nú sett navn á teir 20 spælararnar, sum eru úttiknir til kappingina.

Teir eru:

Dánjal Danielsen, AB
Marius Árting Allansson, B36
Svend Danielsen, B68
Fayo Kruse, EB/Streymur
Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Eivind Restorff Mouritsen, HB
Rani Wenningsted Sørensen, HB
Áki Samuelsen, HB
Jóhan Jøkladal Højbro, ÍF
Jákup Norðoy Wilhelmsen, KÍ
Sølvi Johannesen, KÍ
Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ
Tóki Hanusarson á Lógv, KÍ
Silas Ólavsson Gaard, KÍ
Johan Josephsen, KÍ
Marjus Nón, NSÍ
Elias Isaksen, Víkingur
Áki Magnussen, Víkingur
Bartal Einarsson Petersen, TB
Andreas Midjord, TB

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2022

68 Leygardagur 12. november 2022

U19: Vunnu 3-1 á vertstjóðini

Lisa Haraldsen skoraði tvær ferðir, Rakul Sørensen eina ferð, og Gunnvá Lützen bjargaði einum brotssparki, tá Føroyar komu heilt væl frá frá byrjan í EM-undankappingini

Føroyska liðið kundi fegnast eftir dystin (Mynd: fsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

U19 genturnar í fótbólti byrjaðu EM undankappingina við einum sterkum avriki og 3-1 sigri móti vertstjóðini Litava mánadagin.

Eitt bjargað brotsspark syrgdi fyri, at Føroyar ikki komu afturum, og so sló Lisa Haraldsen úr 07 Vestur til tvær ferðir

- Tað gekk báðar vegir í fyrra hálvleiki, og eitt nú bjargaði Gunnvá Lützen einum brotssparki, tá umleið hálvur tími var spældur.

[object Object]
Tær ellivu, ið byrjaðu dystin (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

- Lisa Haraldsen legði Føroyar á odda stutt fyri hálvleik, og hon økti eisini sjálv hornaspark, tá seinni hálvleikur var eitt korter gamal

Gunnvá Lützen er evnaríkur málverji. Hon er upprunaliga úr HB men roynir seg nú í donskum fótbólti. Hon og liðfelagirnir fingu ein lutfalsliga tryggan sigur móti litavisku vertunum, hóast mál kom inn móti endanum

Rakul Sørensen úr Víkingi skoraði til 3-0, og ungu føroysku kvinnurnar kundu fegnast um ein uppibornan sigur eftir síðsta bríksl.



[object Object]
Rakul Sørensen og Lisa Haraldsen, føroysku málskjúttarnir (Mynd: FSF)

Føroyar skuldu aftur í eldin fríggjamorgunin. Hesaferð móti Ísland, sum í sínum fyrsta dysti vann stórt móti Liktinstein.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2022

69 Leygardagur 12. november 2022

Flest heiðursmerki til HB, Víking og KÍ

Við ellivu heiðursmerkjum hvør endaðu flest heiðursmerki farna fótbóltsári í HB og í Víkingi. KÍ endaði samanlagt á 3. plássi við tilsamans tíggju heiðursmerkjum

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kappingarárið 2022 er endað, og heiðursmerki og steyp eru komin í hús hjá 14 av teimum 18 feløgunum, ið eru partur av Fótbóltssambandi Føroya. Og sum heild gekk væl at avgreiða allar kappingarnar, sum FSF hevur skipað fyri í ár.

Longu seinasta vikuskiftið í februar var Stórsteypadysturin hjá monnum á skránni, og síðan varð spælt uttan íhald til síðst í oktober, tá steypavinnararnir hjá bæði kvinnum og monnum vórðu funnin á Tórsvølli við yvir 4.000 áskoðarum.

Við ellivu heiðursmerkjum hvør vunnu HB og Víkingur flest heiðursmerki í 2022. Tey í reyðum og svørtum í Gundadali vunnu seks gull, tvær silvur og tríggjar bronsu, meðan liðið úr Gøtu og Leirvík vann fimm gull, fýra silvur og tvær bronsu.

Klaksvíkingar, sum aftur í ár vunnu bæði Betri Deildina hjá monnum og Betri Deildina hjá kvinnum, fóru avstað við fýra gull, fýra silvur og tveimum bronsu.

Samlaða heiðursmerkjabýtið fyri lands- og steypakappingar 2022 fall soleiðis:

HB 6 gull, 2 silvur og 3 bronsu
Víkingur 5 gull, 4 silgur og 2 bronsu
KÍ 4 gull, 4 silvur og 2 bronsu
B36 3 gull og 4 silvur
Skála 2 gull, 2 silvur 1 bronsu
FC Hoyvík 1 gull 1 silvur
ÍF 1 gull
B68 1 gull
NSÍ 2 silvur og 2 bronsu
07 Vestur 2 silvur og 1 bronsu
EB/Streymur 1 silvur og 3 bronsu
B71 1 silvur og 1 bronsu
TB 1 bronsu
AB 1 bronsu

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2022

70 Leygardagur 12. november 2022

Ikki nóg kaldar móti Kosovo

Hóast føroyska kvinnulandsliðið reisti seg og vann 29-28 móti Kosovo leygardagin, so var tað ikki nokk til at koma víðari til næsta umfar í HM-undankappingini

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hóast føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti reisti seg og vann 29-28 móti Kosovo farna leygardag, so var tað ikki nokk til at koma víðari til næsta umfar í HM-undankappingini.

Fyri fullsettari høll í Istog í Kosovo var maksimalt trýst á føroyska liðnum. Okkara skuldu vinna við trimum málum eftir 29-26 ósigurin farna fríggjadag. Føroyska liðið hevði møguleikan at fáa síðsta málið til 30-27, og harvið samlaða sigurin seinasta álopið, tá 9 sekund vóru eftir, men bólturin var fiskaður og so økti Kosovo um munin í tómt mál við dystarlok.

Føroyska liðið vísti betri álopspæl í fyrra hálvleiki leygardagin, í mun til dagin fyri, og komu í flestu álopunum til góðar møguleikar. Liðið hevði fleiri góð innspøl til strikuna, har Pernille Brandenborg fekk tvey mál og tvey brotskøst. Eisini kom Rannvá Olsen væl ígongd á vinstra vongi og fekk fýra góð mál. Jana Mittún var enn sum áður ágangandi og breyt ferð eftir ferð ígjøgnum verjuna og skeyt fimm mál í fyrra hálvleiki. Stóri spælarin í fyrra hálvleiki var tó málverjin, Rakul Wardum, sum kom inn um miðjan hálvleik og hevði heili átta bjargingar.

Verjan hekk aftur heldur illa saman hesaferð og komu leikarar ferð eftir ferð at standa ov einsamallir. Hartil fór størsti parturin av langskotunum hjá stórskjúttanum Leonora Demaj inn. Hon skeyt níggju mál í fyrra hálvleiki. Føroyska liðið var, hóast hetta, frammanfyri størra partin av fyrra hálvleiki, tað einu løtuna við trimum, áðrenn Kosovo minkaði aftur.

Føroyar fingu góða byrjan uppá seinna hálvleik, og vunnu seg trý mál fram um eftir 38 minuttir. Hereftir gjørdist tættari aftur og liðini fylgdust eina løtu, og Kosovo var eisini frammanfyri við tveimum. Føroyska verjan fekk tó brádliga væl fatur um miðjan seinna hálvleik, og bardi seg innaftur í dystin seinastu løtuna. Tað var Rakul Wardum í føroyska málinum, sum var stóri munurin. Hóast hetta, so vóru okkara ikki nóg kaldar seinastu løtuna. Føroysku vengurnir høvdu ov lág skoringsprosent í seinna hálvleiki, og okkara spælarar kiksaðu ov nógv í avgerandi løtum, harímillum seinasta álopið, tá samlaða støðan kundi avgerast til føroyska fyrimun.

Málskjúttar hjá Føroyum:

Marianna Geirsdóttir Eystberg 6 (5)
Jana Mittún 6
Súna Krossteig Hansen 4
Rannvá Olsen 4
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Pernille Brandenborg 2
Vár Zachariasen 2
Maria H. Weyhe (2)

Málverjar:
Rakul Wardum 15 bjargingar
Annika Fríðheim Petersen 1 bjarging


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2022

71 Leygardagur 12. november 2022

H71-menninir taptu eisini seinna dystin

Menninir hjá H71 eru úti av European Cup, eftir at teir taptu seinna dystin móti RK Partizan Beograd – tað bleiv til eitt samlað tap á 62-51

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna fríggjadag tapti H71 21-27 móti serbiska RK Partizan Beograd, og seinni dysturin, sum varð spældur sunnudagin endaði eisini við einum tapi hjá hoyvíkingum.

Dysturin endaði 35-30 eftir hálvleiksstøðuna 16-15.

Hetta merkir, at menninir hjá H71 eru úti av European Cup-kappingini. Fyri at koma víðari var neyðugt hjá hoyvíkingum at vinna seinna dystin við í minsta lagi sjey málum.

Báðir dystir vórðu spældir í Serbia, og tað gjørdist tó ein samlaður 62-51 sigur til serbar.

Toppskjútti hjá H71 gjørdist Rói Ellefsen á Skipagøtu við átta málum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2022

72 Leygardagur 12. november 2022

Fýra føroyingar í bestu donsku flogbóltsdeildunum

Fýra føroyskir landsliðsleikarar spæla í donsku elituseriuni. Tey fýra eru Súsanna Ludvíg, Hanna Biskupstø, Áslakur Holm og Tróndur Hansen

Súsanna Ludvíg spælir við Brøndby VK
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fýra av føroysku landsliðsleikarunum í flogbólti leika nú í donsku elitudeildini fyri kvinnur og menn, sum er besta deildin í Danmark.

Súsanna Ludvíg í Brøndby VK
Ein av berandi kreftunum á føroyska kvinnulandsliðnum og føroysku meistarunum, Fleyr, Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, er nýliga flutt til dansaka meistaraliðið Brøndby. Súsanna hevur longu víst sínar dygdir hjá donsku meistarunum, og hevur seinastu vikuna verið vald sum miðja á vikuliga dream team fyri kvinnur.

Hóast Brøndby gjørdust meistarar í 2021/2022 hevur byrjanin á kappingina ikki verið góð. Liðið er nú styrkt við m.a. Súsonnu og í dag vann Brøndby sannførandi  3-0 móti DHV Odense, og aftur leikti Súsanna ein góðan dyst.

Hanna Biskupstø í Ikast KFUM
Hanna Iansdóttir Biskupstø, flutti eftir summarsteðgin frá føroysku meistarunum, Fleyr, til Ikast KFUM. Hann var hevari hjá Fleyr og føroyska landsliðnum, sum kappaðist í Eurovolley undankappingini í summar. Hann hevur áður verið í Ikast KFUM og er nú komin aftur á kendar leiðir.

Hanna hevur gjørt tað væl, síðani byrjan í Ikast og liggur nýggja felagið hjá Honnu nr. 5 í donsku kappingini, hóast tær í dag taptu 3-0 móti Team Køge.

Áslakur Holm í VK Vestsjælland
Eftir at Eurovolley undankappingarnar hjá monnunum vóru liðnar, flutti Áslakur Petersson Holm til Danmarkar og byrjaði at leika við VK Vestsjælland. Áslakur, sum er hevari á manslandsliðnum og var hevari hjá ÍF, hevur tikið dystin upp á einum rættuliga rutineraðum liðið hjá VK Vestsjælland.

VK Vestsjælland liggur nr 5 í donsku elitudeildlini hjá monnum, men hava ein dyst til góðar í mun til kappingarneytarnar. Hesin dysturin, sum er móti botnliðnum DHV Odense, verður leiktur mánakvøldið.

Tróndur Hansen í Amager VK
Tróndur Høgnason Hansen er tann av núverandi føroysku leikarunum, sum hevur leikt longst í donskum top-flogbólti. Tróndur byrjaði í Amager VK tá kappingin byrjaði í 2021 og fekk Tróndur satt gjøgnumbrot sum álopsleikari í donsku kappingini og lá fleiri vikur á sonevnda dream team fyri bestu leikararnar í donsku kappingini fyri menn.

Amager VK er ikki komið væl frá byrjan og liggur nú nr. 8 í kappingini eftir 5 dystir. Tróndur hevur enn ikki verið á vøllinum, tí hann hevur verið darvaður av einum skaða í øksluni, men væntandi er økslin í lagið aftur eftir stutta tíð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2022

73 Leygardagur 12. november 2022

Venja hart til kapping í Danmark

Venjari og boksari úr Danmark koma til Føroya um vikuskiftið at leggja ungum føroyskum nevaleikarum lag á

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eitt stórt lið av føroyskum boksarum hjá Tórshavn Boksing er við at gera seg klárt til at luttaka í stórari boksistevnu í Danmark fyrst í desember.

Í hesum sambandi verður komandi vikuskiftið venjing í hølunum hjá felagnum inni á Hjalla við luttøku av donskum boksarum. Tórshavn Boksing fær vitjan av danska venjaranum, Lars Gierringe frá Bokse Team Helsinge, sum hevur tveir ungar boksarar við, Tristan Sørensen og Emil Johansen,sum skulu geva føroysku boksarunum avbjóðingar í sambandi við venjingarnar. Eisini verður Oliver Borup frá BK Tårnet í Vordingborg við til venjingarnar.

Evnið fyri venjingunum verður teknikkur umframt fokus og strategi í sambandi við dystir.

Endamálið er at gera føroysku nevaleikararnar klárar til boksistevnu, sum verður fyrst í desember í Nykøbing á Sælandi. Tveir venjarar og áttaboksarar frá Tórshavn Boksing verða við til ta kappingina.

Av teimum níggju boksarunum, skulu fimm royna seg í veruligum dystum, meðan seinastu tríggir, skulu boksa sokallaðar diplomdystir fyri byrjarar.

Føroysku boksararnir í Nykøbing Sj. eru hesir:

U19: David Kunoy skal boksa sín áttanda dyst móti einum boksara frá Nykøbing Sj. Talan er um flokkin weltervekt, 63,5-67 kilo.

U19: Magni Vang skal boksa sín næsta dyst móti einum mótstøðumanni frá BK Tårnet frá Vordingborg í flokkinum lættmillumvekt, 67-71 kilo.

U19: Teitur Annand skal boksa sín fimta dyst móti einum frá BK Ballerup í flokkinum lættvekt 57-60 kilo.

U15: Noa Jakobsen skal boksa sín næsta dyst móti einum frá Gladsaxe í flokkinum dúnvekt, 41-43 kilo.

Elite: Jonathan Malaikev skal boksa sín níggjunda dyst í lættvekt. Enn er ikki greitt hvør mótstøðan verður.

Hesir skulu boksa diplomdystir:

U15: Heri Ziskason. Ungur, evnaríkur boksari við framtíðini fyri sær í ítróttinum. Skal royna seg á fyrsta sinni.

U15: Janus Patursson. Sterkur og ágrýtin, sum ikki heldur seg aftur í venjing. Vantar enn nakað í tekniska partinum, men kortini nóg sterkur at royna seg í dysti longu nú. Er nýliga byrjaður at boksa, men hevur eina lovandi framtíð í ítróttini.

U17: Karstin Ljósstein. Er lítlibeiggi Teit Jákupsson, sum gjørdist danskur byrjanarmeistari í 2019, tá Føroyar fyri fyrstu ferð luttóku í meistaraskapskapping. Felagið væntar nógv av honum eisini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2022

74 Leygardagur 12. november 2022

Sandavágur í stórum stíli

Sandavágs Talvfelag er flúgvandi í føroysku landskappingini

Høgni Egilstoft Nielsen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Í triðja umfari í talvkappingini, ið varð spælt farna sunnudag, vunnu vágamenn stórsigur 3½-½ á klaksvíkingum. Brøðurnir Egilstoft, Rógvi og Høgni, vunnu báðir á ovaru borðunum, og hava fult stigatal eftir trý umfør.

Silas Eyðsteinsson vann eisini á triðja borði. Tann einasti, sum hóraði undan á klaksvíksliðnum, var Wille Olsen, sum telvaði javnt móti tí unga Jón í Horni Nielsen.

Klaksvík - Sandavágur ½ - 3½
Ólavur - Rógvi 0-1
Rani - Høgni 0-1
Terji - Silas 0-1
Wille - Jón ½-½

Meistari og uppflytari
Havnar Telvingarfelag vann í dag heili 4-0 á Kollafjarðar Talvfelag. Her kom munurin á føroyameistara og uppflytara til sjóndar.

Havnin - Kollafjørður 4-0
Helgi - Hans Kristian 1-0
Olaf - Árant 1-0
Luitjen - Rógvi 1-0
Hjalti - Bernhard 1-0

Drúgvir klaksvíkingar
B-liðini hjá Havnini og Klaksvík, sum eru fastir fúsir í 1. deild, plaga at hava javnar dystir sínamillum. Men so var ikki í hesum umfarinum. Klaksvíkingar vóru sannførandi móti spøkum havnarmonnum, sum vóru við undirlutan á øllum borðum. 4-0 til útiliðið - vorðið sum sigur.

Havnin B - Klaksvík B 0-4
Rógvi - Rani B. 0-1
Margar - Steintór 0-1
Suni - Heðin 0-1
Heiðrikur - Ingolf 0-1

Støðan í 1. deild:
Sandavágur 10½
Havnin 9
Klaksvík B 7½
Klaksvík A 5½
Havnin B 2½
Kollafjørður 1½

Fjórða umfar verður telvað 27. november.

Í 2. deild stendur nú á jøvnum millum Vestmanna og Sandavág, í 3. deild er Kongshavnar talvfelag - fyrr Runavíkar Talvfelag - á odda. Í 4. deild eru vestmenningar fremst, og í unglingadeildini er Havnar Telvingarfelag á odda.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2022

75 Leygardagur 12. november 2022

Snar- og kviktelva um FM á Eiði um vikuskiftið

Um vikuskiftið verður telvað av øllum lívsins kreftum, tá kappast verður um føroyameistaraheitið í bæði snartalvi og kviktalvi

Helgi Dam Ziska
SkrivaÐ:

Innsent

"Teir telva títt, teir telva dátt"! Soleiðis verður kvøðið í Skrímslu.

Telvað verður í Hólmahúsinum á Eiði leygardagin og sunnudagin 12. og 13. november. 

Talv er komið afturíaftur á Eiði eftir drúgvan svøvn. Talvfelag varð stovnað í bygdini longu í 1956, og var umboðað á stovnandi aðalfundinum hjá Talvsambandi Føroya í 1970.

Í dag telva eiðismenn í Róki, sum er felagslið fyri telvarar í Sundalagnum. FM-kappingin í einstaklingstalvi á páskum var í ár á Eiði, og nú verða snar- og kvikkappingarnar eisini avgreiddar á sama stað. 

[object Object]Helgi Dam Ziska - favorittur at endurvinna FM í bæði snartalvi og kviktalvi um vikuskiftið

Toppurin við
Áhugin tykist stórur fyri kappingini. Týskvøldið høvdu útivið tretivu telvarar boðað frá luttøku í snarkappingini, og heldur færri til kvikkappingina. Roknast kann við, at telvarar fara at leggjast aftrat so hvørt, sum vikuskiftið nærkast. Áhugaðir kunnu teknað seg á heimasíðu Talvsambandsins, faroechess.com.

Fleiri av okkara bestu telvarum eru við - eitt nú bæði Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen, sum í nøkur ár hava verið okkara sterkastu telvarar.

Byrjað verður leygardagin kl. 13.30 við FM-kappingini í snartalvi. Sunnudagin er kviktelvingin á skránni. Byrjað verður eisini klokkan 13:30. Talvsambandið sigur, at øll eru vælkomin, roynd sum óroynd. Tað er ikki krav, at telvast skal í báðum kappingunum.

Í snarkappingini eru reglurnar tær, at telvari fær 3 minuttir + 2 sekund fyri leikin. Í alt ellivu umfør eru. Í kvikkappingini eru 10 minuttir + 5 sekund fyri leikin. Og tá eru umførini níggju í alt.

Vinnarin fær 2.500 krónur, nummar tvey fær 1.500 kr. og nummar trý fær 1.000 krónur.

Sum skilst ætlar Talvsambandið eftir førimuni at varpa beinleiðis frá kappingini á heimasíðuni. 

Kongsrøðin
Skipaðar FM-kappingar í snartalvi hava verið í Føroyum á hvørjum ári síðani 1980.  Reglurnar vóru í nógv ár tær, at telvarar høvdu fimm minuttir hvør til talvið.

Ikki fyrr enn fyri fáum árum síðani var FM-telvingin býtt sundur í tvinnanda sløg eftir altjóða fyrimynd, snartelving (blitz) og kviktelving (rapid).

Vinnararnir hava verið hesir:

FM í snartalvi 1980 - 2021
1980 Bjarki Ziska, HT
1981 Súni Ziska, HT
1982 Bjarki Ziska, HT
1983 Andrias Ziska, HT
1984 Jens Chr. Hansen, TT
1985 Bogi Ziska, STF
1986 Torkil Nielsen, ST
1987 Leif Kristensen, GT
1988 Heini Olsen, KTF
1989 Heini Olsen, KTF
1990 Steintór Rasmussen, KTF
1991 Heini Olsen, KTF
1992 Heini Olsen, KTF
1993 Heini Danielsen, HT
1994 Ólavur Simonsen, KTF
1995 Martin Brekká, TFS
1996 Torbjørn Thomsen, KT
1997 Carl Eli N. Samuelsen, VT
1998 John Rødgård, VT
1999 Eyðun Nolsøe, KTF
2000 Finnbjørn Vang, KTF
2001 John Rødgaard, VT
2002 John Rødgaard, VT
2003 John Rødgaard, VT
2004 Helgi Dam Ziska, HT
2005 Helgi Dam Ziska, HT
2006 Helgi Dam Ziska, HT
2007 Helgi Dam Ziska, HT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Helgi Dam Ziska, HT
2010 Helgi Dam Ziska, HT
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 John Rødgård, VT
2013 Helgi Dam Ziska, HT
2014 Helgi Dam Ziska, HT
2015 Helgi Dam Ziska, HT
2016 Helgi Dam Ziska, HT
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT

FM í kviktalvi 2019 - 2021
2019 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT

(Innsent av Talvsambandi Føroya)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2022

76 Leygardagur 12. november 2022

Bridge: Føroyar tóku bronsu í Small Federation Games

Føroyar gjørdust triðbesta tjóðin í kappingini. Arne Mikkelsen og Bogi Simonsen vóru næstbesta parið í allari kappingini

Arne Mikkelsen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyska bridge-landsliðið hevur í døgunum 1-3. november luttikið í fjúrtandu europeisku Small Federation Games kappingini. Kappingin varð leikt í Larnaca á Kýpros.

Talan er um eina kapping sum evropeiska bridgesambandið EBL árliga hevur skipað fyri síðani 2007, og er hetta fjórðu ferð Føroyar luttaka í kappingini. Kappingin er ætlað teimum londunum, sum í bridge samanhangi eru at mett at vera eitt sindur minni enn tær størstu europeisku bridgetjóðirnar. Sammett við Føroyar er tó talan um fleiri lutfallsliga stórar bridgetjóðir. Millum luttakandi londini kunnu nevnast Kroatia, Serbia, Rumenia, Ungarn, Kekkia, Slovakia, Slovenia, Ukraina og baltisku londini.

Millum 14 og 16 tjóðir hava hava seinastu árini luttikið í hesi kapping. Hesaferð luttóku 15 lond í kappingini, sum varð skipað á tann hátt, at ein dystur varð leiktur móti hvørjum av luttakandi londunum. Sostatt skuldu leikast í alt 14 dystir yvir teir tríggjar dagarnar.

[object Object]

Tey tý pørini ið mannaðu føroyska liðið vóru Arne Mikkelsen og Bogi Simonsen, Magni Jøkladal og Heðin Mouritsen og Dánjal Pauli Mohr og Árni M. Dam.

Føroyska liðið byrjaði kappingina væl, og eftir fimm teir fyrstu dystirnar á fyrsta leikdegi lógu Føroyar á triðja plássinum. Sum kappingin leið gjørdist greitt, at talan fór at gerast um eina sera javna og spennandi kapping, har nógv vóru um boðið til fremstu plássini. Eftir at annar spælidagurin varð lokin lá føroyska liðið á 5. plássinum við einans tveimum stigum upp til 3. plássið og fimm stigum upp til 2. plássið.

Sostatt skuldi alt avgerðast á triðja og seinasta leikdegi.

Føroyska liðið byrjaði seinasta leikdagin við tveimum lutfallsliga jøvnum dystum, og hevði hetta við sær, at liðið datt niður á 7. plássið áðrenn tveir teir seinastu dystirnar. Tó var kappingin framvegis rættiliga jøvn, so enn var møguleiki at fáa heiðursmerki.

Men hetta kravdi at seinastu tveir dystirnir skuldu vinnast – helst luftallsliga greitt. Mótstøðuliðini vóru Ungarn og Kroatia, ið mugu metast at vera tvær lutfallsliga sterkar bridgetjóðir við nógvum altjóða royndum.

Í næstseinasta dystinum eydnaðist føroyska liðnum at vinna ein rættiliga greiðan sigur á Ungarn (16,59 – 3,41). Og tá Føroyar so eisini bastu Kroatia í seinasta dystinum (15,05 – 4,95) vóru bronsuheiðursmerkini veruleiki.

Samanumtikið var talan um eitt gott og ikki minst støðugt avrik hjá føroyska liðnum, sum gjøgnum alla kappingina lá í ovara endanum. Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at Arne Mikkelsen og Bogi Simonsen gjørdust nr. 2 í sokallaðu butler-uppgerðini, ið er ein samlað uppgerð yvir hvussu øll tey 38 luttakandi pørini í kappingini kláraðu seg.

Tíðindaskriv frá Føroya Bridgesambandi  

[object Object]
Bogi Simonsen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2022

77 Leygardagur 12. november 2022

Minningarorð um Hans Joensen

Í farnu viku frættist at Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, var andaður eftir longri sjúkralegu

(Mynd: Kvf.fo)
SkrivaÐ:

Minningarorð / Føroya Arbeiðsgevarafelag

Í farnu viku frættist at Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, var andaður eftir longri sjúkralegu. Føroya Arbeiðsgevarafelag samstarvaði nógv við Hans, árini hann var formaður í Havnar Arbeiðarafelag.

Hans Joensen varð í 1998 valdur í nevndina í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum seinni skifti navn til Havnar Arbeiðarafelag. Hann gjørdist í 2003 formaður í felagnum. Hann hevur hesi síðstu sløk 20 árini verið ein týðilig rødd fyri fakfelagið, og mong eru málini, sum vit hesi árini hava viðgjørt í samstarvi við Havnar Arbeiðarafelag og Hans Joensen sjálvan.

Vit kendu hann sum ein kempara, sum arbeiddi hart fyri sínar limir, men sum eisini altíð leitaði eftir møguleikanum fyri semjum. Semjusøkjandi fólk eru ein fortreyt fyri tann stabilitet sum vit hava sæð á arbeiðsmarknaðinum seinnu árini, og her lá leikluturin hjá Hans ikki eftir.

Hann kundi eisini ofta siga okkurt skemtiligt, tá vit sótu til samráðingar, og hetta kundi ofta lætta um huglagið hjá samráðingarfólkunum, hóast støðan onkuntíð kundi vera fastlæst.

Hans var frá ungum árum sera arbeiðssamur, og hetta helt áfram í vaksna lívinum eisini. Til gravarferðina var tað rørandi at hoyra prest greiða frá hvussu Hans sum smádrongur hevði brúkt pengarnar frá søluni av fyrsta kalvanum hann hevði fiskað til at keypa eitt koppastell, sum hann hevði givið mammuni. Hetta sigur nakað um, hvussu Hans var sum persónur, har hann ofta fyrst hugsaði um onnur, áðrenn hann hugsaði um seg sjálvan.

Føroya Arbeiðsgevarafelag lýsir við hesum frið yvir minnið um Hans Joensen, og ynskir teimum sum eftir sita alla troyst og allan stuðul.

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2022

78 Leygardagur 12. november 2022

Ein klassikari er farin - minningarorð um Hans

Hitt óttaleysa eygnabráið segði okkum, at vit vóru komin í takholt við mann, ið visti, hvat hann gjørdi. Hann var komin at leggja okkum lag á, nú vit fóru at rógva kapp

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Róðrarfelagið Knørrur

Men tað mundi vera styrkin, sum gjørdi fyrsta inntrykkið. Tí tað bæði sást og kendist, at maðurin var komin av góðum haga. Herðarnar sum Urðarfjall og armar sum eikitrø. Tað skapti respekt hjá okkum knektum og stulkum. Legg hartil sjálvsagan og skálkabrosið, og vit vóru seld. Tað sigur seg sjálvt.

Tú vart við okkum frá fyrsta degi, og tíbetur tað. Tí vit vóru bara kátir kálvar, men tú sást neistan í eygum okkara, og við tínum formati birti tú hann til bálareld og gjørdi okkum til menn. Og nú, næstan fjøruti ár seinni, brennur hin eldur enn, eins og gera munnu aðrir eldar, tú kveikti á fold.

Farin ert tú nú seggur um sýn.

Tú eigur eitt VIP-pláss í hjørtum okkara. Tað manst tú eiga í so mongum hjarta, sum tú hitti. Og sum hitti teg.

Tí summum menniskjum fellur man fyri automatiskt. Tey hava nakrar grundleggjandi eginleikar, sum orð ikki setast á, men man følir teir, tá ið man møtir hesum menniskjum. Sum eru tey stillar vibratiónir frá løtuni, tá ið Gud fekk hugskotið til Adam og Evu.

Tú vart eitt sovorðið menniskja, Hans. Uttaná ein skopunargarpur, innaní ein summarsleiktur softice. Tak nú dagin, tá ið tú sum piltur fekst tín fyrsta kalva, seldi fiskin og bart mammu tíni eitt koppastell fyri pengarnar. Longu tá leikti samlyndið í tær.

At tú seinni bleivst eitt bragdamenni, legði líkasum tær seinastu strikurnar aftur at ímyndini av tær. Av birtinginum, ið stríðsmenn vilja hava við sína lið. Av abbanum, ið barnahendur vilja leiða. Av manninum, ið aldri sveik. Av Hans Sigurd Borgar Joensen.

Vit vóru svínaheldig at møta tær. Sama helst onnur, tú vart saman við. Útróðrarmenninir, arbeiðarafelagið, bacalaosjakkið, bátsfelagarnir, kammeratarnir, familjan, samfelagið.

Og farin ert tú nú seggur um sýn.

Uppi í himmalsins vestibulum skal nú forhandlast um, hvørt tú skalt akslast í glimmur og einglaveingir, ella um tú sleppur í pulshosurnar, gummiskógvarnar, liverpoolblusuna, dýnujakkan og keppin. Tú riggar nokk best í tí, og heilsa teimum frá okkum øllum, at eingil ert tú allíkavæl. So ruddiligani.

Og líka vist sum at kalvin enn svimur í Skopunarfirði er tað, at við tær hevur hin einglanna herur fingið eitt trútt og heitt felagshjarta, ið bankar fyri teimum, sum hjálp treingja til. Og sum hevur máttin og megina til at gera nakað við tað.

Hvíl í friði, kæri Hans, og takk fyri alt. Harrin veri hjá tær, og hann signi og styrki tykkum, sum eftir sita.

Róðrarfelagið Knørrur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2022