Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 19. november 2022 | Nr. 47 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Vandu á regntunga grasinum í Pristina

SíÐa 3

1 Leygardagur 19. november 2022

Góðan lesihug og gott vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Tá ráðgevin talar formanninum ímóti...

Hóast tað bert eru 19 dagar eftir til løgtingsvalið, er enn ikki ein klár mynd dagað fram um hvat tað er, sum stendur okkum veljarum í boði til løgtingsvalið 8. desember.

Hetta verður – sum altíð – ein sera avgerandi dagur. Avgerðin er nú okkara um, hvør skal standa fyri borgum her á landi komandi fýra árini.

Okkurt týðir uppá, at tað kanska hesaferð hendir eitt skifti í føroyskum politikki, og her verður serliga hugsað um, hvør tað er, ið kemur at “manna” tingið.

Tí tað liggur líka sum í luftini at týðandi broytingar kanska eru á veg. Okkurt bendir á, at tað nú, endiliga, eru kvinnur, ið veruliga meina tað, sum vilja gera seg galdandi í politikkinum úr øllum flokkum. Sama tykist eisini við teimum ungu, ið nú – veruliga – treingja seg á í øllum flokkum.

Kanska eitt markant ættarliðsskifti, og møguliga eisini kynsskifti, um ein kann siga so, er á veg í løgtinginum.

Enn hava vit tó ikki eina greiða mynd yvir hvat vit hava í væntu. Flokkarnir eru ikki heilt lidnir við sína uppstilling, og tað eru eisini flokkar, sum enn ikki hava fulla greiðu á, hvat tað eru fyri boðskapir, ið skulu varpast út í hesum valstríðnum.

Ein spennandi partur av valstríðnum er, hvussu teir smáu flokkarnir fara at klára seg hesaferð. Fer tað endiliga at henda, at ein ella kanska tveir av flokkunum fáa yvir tveir limir á ting? Koma tað fleiri áhugaverd fólk upp á listan hjá Framsókn? Flokkurin hevur longu fingið fólk, ið kunnu taka atkvøður frá øðrum flokkum.

Miðflokkurin, ið átti at verið í góðum stima, er enn ikki komin við nakrari bumbu í formi av óvæntaðum valevni, ið kann heinta atkvøður frá øðrum flokkum. Lýst varð til landsfund og uppstillingarflokk í gjárkvøldið, so kanska okkurt kemur fram í dag.

Men so leingi valevnini einans “koma frá samkomuni” – um ein so kann siga – so er rættiliga vist, at flokkurin ikki fær ta undirtøku, sum er neyðug, fyri framhaldandi at fáa avgerandi leiklut frameftir.

Ein ókendur faktorur er Sjálvstýri. Veljarakanningirnar geva ikki gamla flokkinum nakran kjans, men tað hava vit sæð fyrr. Vit hava heldur ikki sæð ein fullfíggjaðan valevnislista enn. Greitt er, at neyðugt er við fleiri sterkum valevnum, um flokkurin skal endurreisast sum ein flokkur við landspolitiskum formati heldur enn at vera ein undirdeild hjá onkrum borgaralista á Tvøroyri.

Og spurningurin er so, hvør skal “levera” hesar atkvøðurnar til teir smáu flokkarnar? Fólkaflokkurin er sjálvandi besta boði, í teirri støðu, sum flokkurin hevur komið sær sjálvum í. Ein bjargingarætlan tykist vera vera í umbúnað, men enn duga vit ikki at fáa eyga á, hvør tað er, ið skal bjarga flokkinum úr truplu støðuni.

Næstan líka illa tykist standa til í Tjóðveldi í løtuni. Íkomna støðan er sum skilst komin orsaka av, at veljarafelagið í Suðurstreymi so gleivbeint tók útmeldaðu fólkaflokskvinnuna Anniku Olsen í sín favn og upp á valevnislistan.

Tí fólk fella frá – tey skilja ikki at tað kundi vera so lætt at gerast valevni bara nakrar fáar dagar eftir, at hon meldaði seg úr einum flokki, sum á flestu økjum umboðar tað øvugta av, hvat Tjóðveldi umboðar.

Formaðurin royndi at verja støðuna í Degi og Viku hóskvøldið, og tað kom hann ikki væl frá. Snúði sær undan at taka støðu til ta truplu støðuna, sum flokkurin er komin í.

Ein fær hug til at spyrja, um formaðurin ikki hevur ein ráðgeva at stuðla og hjálpa sær í slíkum førum? Jú tað hevur hann. Men ráðgevin er sjálvur komin á listan – uppstillaður av norðoyingum – og hevur eisini slept eina bumbu í valstríðið hjá flokkinum við at melda út, at hansara politikkur er tann øvugti av, hvat egni formaðurin og floksleiðslan hava boðað frá, tá tað snýr seg um viðurskifti okkara til Russlands í hesum tíðum.

Sanniliga eitt óheppið mál fyri flokkin, ið er komin at framstanda sum ein høvurleys høna so stutt undan valinum. Formaðurin verður at sonnum noyddur til at umhugsa sína støðu, hendir ikki okkurt, sum veruliga kann fáa vent støðuni í flokkinum.

Eftir eru so samríkjaflokkarnir, sum í løtuni tykjast vera mest sannlíku samstarvspartarnir eftir valið, um kortini verða spæld rætt. Bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin tykjast at vera komin væl frá uppstillingum sínum, hóast tað einsamalt ikki er nøkur trygd fyri góðum valúrslitið.

Tí enn kann nógv henda, og enn eru heili 19 dagar eftir til sjálvan valdagin...


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 5672

    Lisnar síður: 16762

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 19. november 2022

Játtanarlóg skundviðgjørd upp á ein tíma

Orsakað av løgtingsvalinum var neyðugt at samtykkja eina sonevnda bráðfeingis játtanarlóg, sum skal vera galdandi, til nýggj fíggjarlóg tekur við. Vanliga tekur tað løgtinginum tríggjar mánaðir at avgreiða eina fíggjarlóg. Týsdagin gjørdi løgtingið óvanliga skjótt av og avgreiddi alla tingviðgerðina upp á ein tíma

 
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Vanliga sigur verður sagt, at eitt lógaruppskot skal hava tríggjar tingviðgerðir, áðrenn tað er samtykt á tingi, t.e. á trimum ymiskum tingfundum. Eisini fíggjarlógir og bráðfeingis játtanarlógir. Men tað er bara partur av sannleikanum.

Fyrst skal lógaruppskot leggjast fram á einum tingfundi. Síðan skal tað til fyrstu viðgerð á einum øðrum tingfundi, har tað verður sent í onkra tingnevnd. Tingnevndin skal so viðgera málið og gera álit. Tað kann saktans taka drúgva tíð og krevja nógvar nevndarfundir.

Nevndarálitið skal síðan leggjast fram á einum triðja tingfundi. Onnur viðgerð av lógaruppskotinum fer so fram á einum fjórða tingfundi. Og triðja – og síðsta viðgerð – fer síðan fram á einum fimta tingfundi.

Sostatt krevur eitt lógaruppskot fimm tingfundir, fyri at vera samtykt á løgtingi. Og tað kann taka drúgva tíð. Tingskipanin krevur m.a., at tær ymsu viðgerðirnar skulu vera ymsar yrkadagar. Stýrisskipanin setur heilar tríggjar mánaðir av til fíggjarlógarviðgerð.

Løgtingsval steðgar fíggjarlógararbeiðnum
Tá val er útskrivað, er vanligt, at bara serliga átroðkandi mál verða avgreidd. Alt, sum kann bíða, verður avgreitt eftir val.

Undir slíkum umstøðum krevur Stýrisskipanin, at sonevnt bráðfeingis játtanarlóg verður løgd fyri tingið. So varð gjørt týsdagin 15. novembur, tá ið Uni Rasmussen, fíggjarmálaráðharri, legði uppskot til bráðfeingis játtanarlóg fyri løgtingið. Einki annað mál varð lagt fyri tingið, og einki annað mál var á skrá. Tingfundurin byrjaði kl. 10.19.

Saman við lógaruppskotinum var áheitan frá tingfólkum úr øllum flokkum á tingi um at víkja frá øllum tíðarfreistunum í Tingskipanini. Tað varð einmælt samtykt, og soleiðis gav løgtingið sær sjávum heimild til at skundviðgera málið. Og tað var eisini júst tað, sum løgtingið gjørdi.

Nakrar minuttir eftir fundin varð nýggjur tingfundur hildin, har málið var til fyrstu viðgerð. Eingin tók orðið, og málið varð beint í fíggjarnevndina.

Stutt lóg og stutt álit
Innihaldið í lógini er í grundini bara ein fyribils heimild til landsins myndugleikar at krevja skattir inn, og at hava neyðugar útreiðslur, til ein verulig fíggjarlóg fær gildi. Í viðmerkingunum verður m.a. sagt, at loyvt er ikki at seta nýtt virksemi í gongd ella at økja um starvsfólkatalið í mun til játtanina í 2022.

Løgtingsins fíggjarnevnd helt fund beinanvegin, gjørdi skjótt av og skrivaði eisini álit beinanvegin. Álitið hevur tríggjar setningar, men veruliga innihaldið er at finna í einum setningi, „Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið“.

Álitið varð síðan lagt fram á einum tingfundi, har einki annað var á skrá. Á tveimum øðrum tingfundum var málið viðgjørt uttan nakað orðaskifti.

[object Object]

Í samband við, at Løgtingsins fíggjarnevnd hevði sín síðsta fund áðrenn løgtingsvalið, varð felagsmynd tikin. Á myndini eru Aksel V. Johannesen, Rith Vang, Kristin Michelsen, Erhard Joensen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Páll á Reynatúgvu. Ruth Vang hevur skemtiliga samanborið myndina við „løgreglu line-up úr einum amerikanskum krimifilmi“. (Myndin er tikin við telefonini hjá Bill Justinussen, men einki er upplýst um, hvør ið hevur tikið hana)

Tó tóku Jákup Mikkelsen, tingmaður, og Jógvan á Lakjuni, – báðir í Fólkaflokkinum – orðið í samband við, at teir ikki stilla uppaftur á komandi løgtingsvali. Teir brúktu høvi til at takka fyri samstarvið við sínar skjótt fyrrverandi starvsfelagar. Lógvabrestir vóru í tingsalinum eftir røðurnar hjá teimum báðum. Tveir tingmenn hildu, at „tað var ikki gamalt“.

Sambært gerðabókini hjá løgtinginum endaði tingfundurin kl. 11.19, júst ein tíma eftir, at fyrsti tindur var tann dagin. Sostatt hevur løgtingið gjørt óvanliga skjótt av, tá bráðfeingis játtanarlógin fyri 2023 varð viðgjørd.

Vit skulu ikki siga við vissu, at tað er skjótasta viðgerð, sum lógaruppskot hevur fingið á Føroya løgtingi, men tað er heilt óvanliga skjótt. Løgtingið hevur fyrr samtykt bráðfeingis játtanarlógin, men tað hevur tikið nakrar dagar. Í 2003 varð gjørt skjótt av, tá uppskot um bráðfeingis játtanarlóg lagt fram ein dag, og restin av tingviðgerðini var dagin eftir.

Tingið kemur ikki saman aftur
Til síðstu viðgerð segði Jógvan á Lakjuni, tingformaður, at tingið kemur ikki saman aftur, uttan at okkurt heilt álvarsligt hendur.

Formliga er løgtingið sitandi, til nýggja løgtingið er sett. Tað merkir so, at løgtingið kann koma saman og avgreiða mál, um okkurt óvæntað hendur, og sum hevur serligan skund.

Er tað eykajáttan, sum er átroðkandi, so er tó ikki neyðugt at kalla alt tingið saman. Fíggjarnevndin kann veita eykajáttan eftir uppskoti frá landsstýrinum, um tað hevur skund, sum tað eitur í Stýrisskipanini. Slík eykajáttan skal so góðkennast við eykafíggjarlóg áðrenn árið er liðugt.

Tíðarlinja. Løgtingsviðgerð av bráðfeingis játtanarlóg fyri 2023
15. novembur kl. 10.19. Tingfundur settur. Framløga av lógaruppskoti um bráðfeingis játtanarlóg fyri 2023. Fundurin lokin kl. 10.26.

Kl. 10.32. Tingfundur settur. Fyrsta viðgerð av uppskoti um bráðfeingis játtanarlóg. Einki orðaskifti, og málið varð beint í fíggjarnevndina. Fundurin lokin kl. 10.37.

Kl. 10.38. Fíggjarnevndarfundur settur. Nevndin umrøddi uppskot um bráðfeingis játtanarlóg og skrivaði álit. Fundurin lokin kl. 10.44. Fíggjarnevndin tók felagsmynd í samband við, at tað var síðsti fundur hjá teirri fíggjarnevndini.

Kl. 10.55. Tingfundur settur. Álit hjá fíggjarnevndini lagt fram. Fundurin lokin kl. 10.57.

Kl. 10.58. Tingfundur settur. Onnur viðgerð av uppskoti um bráðfeingis játtanarlóg. Eingin tók orðið. Fundurin lokin kl. 11.04.

Kl. 11.05. Tingfundur settur. Triðja viðgerð av uppskoti um bráðfeingis játtanarlóg. Eingin tók orðið til at viðgera sjálv uppskotið. Jákup Mikkelsen, tingmaður, og Jógvan á Lakjuni, tingformaður, báðir í Fólkaflokkinum, tóku tó orðið í sambandi við, at teir ikki stilla uppaftur. Fundurin lokin kl. 11.19.

16. novembur kl. 14.00 varð lógin kunngjørd. Hon fær gildi á nýggjárinum, og fer úr gildi, so skjótt sum verulig fíggjarlóg kemur í staðin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2022

3 Leygardagur 19. november 2022

Vandu á regntunga grasinum í Pristina

Føroyar spæla í kvøld á sama leikvølli sum í Nations League-dysti í 2018

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Pristina, Kosovo (Portalurin): Nógvur trafikkur og regn. Hetta var nakað, ið setti dám á túrin til Fadil Vokrri leikvøllin og so venjingin sjálva.

Leikvøllurin liggur miðskeiðis í Pristina, ið er høvuðsstaðurin í Kosovo. Føroyar spældu har í septemer 2018. Tá var talan um fyrsta skrásetta dyst hjá Kosovo í egnum landi.

Tað endaði 2-0 til heimaliðið. Á føroyska liðnum tá vóru fleiri, sum eisni vandu her fyri løtu síðani: Viljormur Davidsen, Sonni Ragnar Nattestad, Kaj Leo í Bartalsstovu, Gilli Rólantsson Sørensen, Klæmint Andrasson Olsen, René Shaki Joensen og Gunnar og Sølvi Vatnhamar. KÍ spældi Conference League dyst móti Ballkani á sama leikvølli í august (3-2).

Tað tók áleið ein tíma at koyra teir 9,6 kilometrarnir frá Mariott gistingarhúsinum í útjaðaranum av Pristina. Tað var tysingartíð (meldurtíð), og harvið skuldi tol til, men lagið í miðlabussinum var í hvussu er heilt gott.

[object Object]

[object Object]Bæði Viljormur Davidsen og Håkan Ericson tosaðu um týdningin at vísa nakað annað enn í Kekkia mikukvøldið (Myndir: Sverri Egholm)

Tá komið var á leikvøllin var stuttur tíðindafundur við landsliðsvenjaranum og liðformanninum, og síðani høvdu miðlarnir møguleika at fáa orðið á Vatnhamar-brøðurnar.

Talan var um eina lætta venjing, har nakað av taktiskum fokusi var. Regnið, ið komið var niður, gjørdi, at vøllurin var heldur tungur og hálur. Forðingar vóru eisini settar upp við málini, so økið við tey ikki fór at verða traðka meira niður. Spælt var tí frá 16 metur til 16 metur, tá talan var um ellivu móti ellivu.

Føroyar og Kosovo spæla venjingingardyst á Fadil Vokrri leikvøllinum klokkan 17 leygardagin 19. november.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Málverjarnir Mattias Heðinsson Lamhauge og Bárður á Reynatrøð (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2022

4 Leygardagur 19. november 2022

Verða tríggjar ella fýra broytingar á føroyska liðnum

Greitt er millum annað, at nýggiur maður skal verja málið - Håkan Ericson segði, at tað avgjørt er ein møguleiki, at Bárður á Reynatrøð og Mattias Lamhauge til dømis spæla ein hálvleik hvør í venjingardystinum

Håkan Ericson á tíðindafundi í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Pristina, Kosovo (Portalurin): Føroyska A-landsliðið við monnum vandi í gjár á Fadil Vokrri leikvøllinum, miðskeiðis í høvuðsstaðnum í Kosovo. Tað tók beint yvir ein tíma at koyra annars lutfalsligu stutt leiðina frá gistingarhúsinum í útjaðaranum av býnum, tí tað var so nógvu trafikkur í Pristina, tá umleið klokkan 16 lokala tíð.

Tískil byrjaði tíðindafundurin við Håkani Ericson og liðformanninum Viljormi Davidsen hálvan tíma seinni, enn ætlað var. Talan var eisini um sera stuttan tíðindafund, men Portalurin fekk svar uppá, hvussu nógvar broytingar landsliðsvenjarin hevur í hyggju at gera. 62-ára gamli sviin segði, at talan verður um tríggjar og kanska fýra broytingar.

Gunnar Nielsen hevur ein skaða í knænum at dragast við, og royndi málverjin kom tískil ikki við til Kosovo. Harvið er tað 100 prosent vissa fyri, at ein broyting verður á málmansplássinum. Vit spurdu Håkan Ericson um tað er ein møguleiki fyri, at ungu málverjarnir báðir fáa spælitíð, og tað váttaði hann, at tað er. 

[object Object]
Bárður á Reynatrøð og Mattias Lamhauge til venjing í Kekkia hósdagin (Mynd: Hans Erik Danielsen)

[object Object]
Gunnar Nielsen, ið spældi sín A-landsdyst nummar 70 í Kekkia, er ikki tøkur til hendan venjingardystin (Mynd: Sverri Egholm)

Tað liggur eisini í kortunum, at tvøramenninir Gilli Rólantsson og Patrik Johannesen, ið báðir spældu 35 minuttir í Kekkia men "bert" vandu styrki í gjár, koma inn á liðið.

Sum heild snýr tað seg um hjá føroyska liðnum at avrika betur og øðrvísi enn í Kekkia mikukvøldið - at reisa seg. Viljormur Davidsen sló fast, at allir í hópinum eru svangir eftir at vísa nakað annað.

Føroyar og Kosovo spæla á Fadil Vokrri leikvøllinum klokkan 17 leygardagin 19. november.

[object Object]
Vilhormur Davidsen vildi ikki dylja fyri, at 5-0 tapið mikukvøldið yvirhøvur ikki var nóg gott, og at nú skuldi nakað annað vísast (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2022

5

Størv

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024
6 Leygardagur 19. november 2022

Hvarv við Trælanípuna: Familjan vil hava hjálp at uppklára málið

Familjan hjá kinesisku kvinnuni, ið hvarv við Trælanípuna 7. oktober, sigur, at har eru nógvir illgrunasamir partar í málinum, og leita tey nú eftir møguligum vitnum í Føroyum

Guo Xiaona hvarv við Trælanípuna 7. oktober (Mynd: Hong Meiting/Local.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað var fríggjamorgunin 7. oktober, at eitt par – ein kvinna úr Kina og ein maður úr Hollandi – var farið út á Trælanípuna, men bert maðurin kom aftur. Leitað varð eftir kvinnuni bæði á landi og á sjónum, men uttan úrslit, og leygarkvøldið 8. oktober segði MRCC, at ongar vónir vóru um at finna kvinnuna á lívi.

Familjan hjá kinesisku kvinnuni, Guo Xiaona, vil nú hava greiðu á, hvat er hent.

– Har eru nógvar illgrunasamar partar í hesum málinum, og vit vilja finna vitni í Føroyum, sigur familjan hjá kvinnuni í eini boð til miðilin Local.fo.

– Tað er ógreitt, um har var eitt vitni á staðnum, tá hendingin fór fram, og tað vilja vit finna útav.

Familjan sigur seg hava verið í sambandi við kinesisku sendistovuna í Keypmannahavn og løgregluna í Føroyum fyri at heita á tey um hjálp.

Sambært Local.fo segði løgreglan í svari til familjuna 18. oktober, at tey vóru í ferð við at eftirlýsa kvinnuna, og at málið ikki longur varð kannað sum eitt brotsverk. Men um nýggjar upplýsingar koma, sum geva ábendingar um, at talan er um eitt brotsverk, verður tað tikið uppaftur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2022

7 Leygardagur 19. november 2022

Komin í helvt at bora í Dalstunlinum

Arbeiðið at gera tunnil úr Húsavík til Dals byrjaði í 2021, og nú er komið í helvt við boringini

Dalstunnilin verður boraður úr Húsavík (Mynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

1102 metrar eru nú boraðir av tilsamans 2200 metra langa Dalstunlinum.

Vilhelmina Larsen, sála, trýsti á knøttin, tá fyrsta skotið varð latið av í Húsavík 5. november 2020.

Høvuðsbyggiplásssið er í Húsavík. Arbeiðið er skipað innan Landsverk við egnum tunnilstoymi, harumframt eru undirveitarar knýttir at arbeiðinum.

Avlopsgrótið frá tunlinum er higartil brúkt til breiðkan av Skálavíkarvegnum.
Væntaða nýtslan í 2022 til tunnilsverkætlanina er 18 mio.kr, sigur Landsverk.

[object Object]Vilhelmina Larsen læt fyrsta skotið av í Dalstunlinum (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2022

8 Leygardagur 19. november 2022

Fólkaflokkurin niður á fýra tingsessir

Fólkaflokkurin fær enn ein frammaná í nýggjari veljarakanning

Beinir Johannesen er nýggjur formaður í Fólkaflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Um val var í dag, hevði Fólkaflokkurin fingið 12,6 prosent og fýra tinglimir, vísir veljarakanning sum Spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið mánadagin.

Tað er tveir tingsessir færri enn kanningin, sum Blaðið Vikuskifti kunngjørdi leygardagin, og fýra tingsessir færri enn í valinum í 2019.

Sambært kanningini fáa bæði Miðflokkurin og Framsókn tríggjar tinglimir í part við ávikavist 8,2 og 9,3 prosentum.

Javnaðarflokkurin er stóri vinnarin, og hevði fingið 28,3 prosent og 10 tinglimir um val var í dag. Næst er Tjóðveldi, sum hevði fingið sjey tinglimir og 21,5 prosent.

Løgmansflokkurin - Sambandsflokkurin - fær sambært kanningini seks tingsessir og 18 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2022

9 Leygardagur 19. november 2022

Sólvit Nolsø fer upp í Framsókn

Hann hevur tikið støðu um at stilla upp fyri Framsókn til løgtingsvalið 8. desember

Sólvit Nolsø tá hann tók við sum landsstýrismaður fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Nú havi eg tikið støðu. Eg verði at finna á listanum hjá Framsókn á løgtingsvalinum áttanda desember. 

Hesum boðaði Sólvit Nolsø frá á Facebook í sunnukvøldið.

[object Object](Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

Hann hevur í nógv ár verið virkin í Fólkaflokkinum, og hevur seinastu mánaðirnar sitið sum landsstýrismaður í almannamálum.

Fráboðanin hjá Sólvit Nolsø er soljóðandi:

FRAMHALDANDI AT FREMJA POLITIKK

"Hvat hendir nú, havi eg ikki tikið støðu til" - segði eg fyri nøkrum døgum síðan.

Nú havi eg tikið støðu. Eg verði at finna á listanum hjá Framsókn á løgtingsvalinum áttanda desember. 

Formellu viðurskiftini eru avgreidd og nú er klárt.

Tað eru fleiri, sum kanska undrast og tað eru fleiri spurningar, sum stinga seg upp í samband við eitt floksskifti. Tað skilji eg væl og tað er júst tað, sum hevur upptikið meg mest hesar seinastu dagarnar. Hvar er trúvirði í einum floksskifti, sum hendir so knappliga?

Nú eru skjótt tvey ár síðan. eg aftur fór at arbeiða í politikki. Seinasta góða árið sum landsstýrismaður. Eg veit, at har eru stór tøk, sum skulu takast politiskt og tað er framvegis ein eldhugi og politiskur neisti, sum fær meg at halda fram. Fær meg at vilja verða við at finna tær góðu politisku loysnirnar.

Men hví Framsókn? Seinastu dagarnar havi eg havt nógvar og drúgvar samrøður við leiðsluna í flokkinum. 

Vit eru samd um tær stóru avbjóðingarnar, sum standa fyri framman og vit eru samd um loysnirnar eisini. 

Búskaparliga er neyðugt at finna eina haldføra langtíðarloysn, so almennu útreiðslurnar kunnu tálmast. Avbjóðingarnar eru stórar á millum annað almanna- og eldraøkinum, ikki minst við starvsfólktrotinum, og har skulu stórar avgerðir takast næstu tíðina. Loysnir skulu finnast á skattapolitiska økinum o.s.fr. Listin er drúgvur!

At flokkurin eisini er ein stjálvsstýrisflokkur, ger tað ikki verri.

Nú er henda avgerð tikin. Restina sleppur veljarin at taka støðu til um nakrar vikur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2022

10 Leygardagur 19. november 2022

Fyrstu húsini síðani í 80’unum reist í Vatnsoyrum

Ikki síðani fyrst í 1980’unum eru hús bygd í Vatnsoyrum

(Mynd: Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vága kommuna hevur sett eitt øki av í Vatnsoyrum til sethús, og fyrstu húsini eru nú reist.

Hetta eru fyrstu húsini, sum verða bygd á Vatnsroyum síðani fyrst í 1980’unum.

Jn.fo skrivar, at á økinum sum er sett av til sethús í Vatnsoyrum er pláss fyri trimum húsum, og í næstum standa hús á øllum trimum stykkjunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2022

11 Leygardagur 19. november 2022

Koppaði við kajakk á Leitisvatni

Ein útlendingur kom illa fyri á Leitisvatni týsdagin. Bjargingarliðið á flogvøllinum varð boðsent og bjargaði manninum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Boðini eru at halda seg innarliga, tá tú leigar kajakk á Leitisvatni, men ein útlendingur kom fyrrapartin týsdagin illa fyri.

Onkursvegna var hann komin væl út á vatnið og var í neyð.

Av landi verður sæð, at maðurin roynir at stríðast móti aldunum og vindinum, og tí vórðu boð send eftir bjargingarliðnum á flogvøllinum.

Á flogvøllinum varð gjørt skjótt av, og bátur var settur út at taka mannin upp.

Sum skilst koppaði maðurin við kajakkini, og lá í vatninum í nakrar minuttir. 

Maðurin varð skjótt fingin upp, og koyrdur á Landssjúkrahúsið.

Alt spældi tíbetur væl av, og vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tá sjúkrabilurin var komin til Kollafjarðar, var kropshitin hjá manninum komin upp á 35 hitastig. Maðurin varð útskrivaður seinni um kvøldið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2022

12 Leygardagur 19. november 2022

900 milliónir í lønum í oktober

Talan er um ein vøkstur á 6,4 prosent samanborið við oktober í fjør, boðar Hagstovan frá

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í oktober vórðu góðar 900 milliónir útgoldnar í lønum. Hetta er ein vøkstur á 6,4 prosent samanborið við sama mánað i fjør – ella 55 milliónir krónur.

Lønarvøksturin steðgaði upp undir koronu, men fór spakuliga at vaksa aftur á heysti í 2020, og nú eru ábendingar um, at vøksturin er tiltakandi og hevur somu ferð, sum áðrenn koronufarsóttin rakti, skrivar Hagstovan.

Menn áttu 61 prosent av útgoldnu lønunum

Tá koronufarsóttin rakti í 2020, kom stígur í vøksturin í samlaðu lønunum hjá monnunum. Hjá kvinnunum varð vøksturin avtakandi, men vøksturin steðgaði ikki upp, sum hjá monnunum. Nú er ferð komin á vøksturin bæði hjá monnum og kvinnum.

Í oktober áttu menninir um 560 milliónir av lønargjaldingunum. Hetta svarar til 61 prosent av útgoldnu lønunum. Kvinnurnar áttu um 360 milliónir.

Hjá monnunum er talan um ein vøkstur á 38 milliónir ella 7,4 prosent í mun til oktober í fjør, meðan vøksturin hjá kvinnum er 17 milliónir, ella fimm prosent.

Lønirnar vaksnar mest í fiskivinnuni

Tá hugt verður at lønunum í ymisku vinnubólkunum sæst, at tær innan almennu vinnuna eru vaksnar við rættiliga javnari ferð seinastu tvey árini, og í privatu tænastuvinnuni vaksa tær nú við somu ferð, sum undan koronufarsóttini.

Í byggivinnuni eru samlaðu lønirnar minkaðar síðan 2020, men nú minka tær ikki longur, og ein vøkstur hómast. Innan fiskivinnu og øðrum tilfeingisvinnum minkaðu lønirnar í 2020, men eru tær síðani farnar at vaksa aftur.

Seinasta árið eru lønirnar vaksnar mest í fiskivinnuni og øðrum tilfeingisvinnum. Eisini lutfalsliga er hesin vinnugreinabólkurin vaksin mest. Vøksturin er 283 milliónir – ella 15 prosent. Tað er serliga í fiskiskapi at vøksturin stavar frá í hesum vinnugreinabólkinum.

Av einstøku vinnugreinunum er størsti lutfalsligi vøksturin innan gistihús og matstovuvirki. Seinasta árið er lønirnar vaksnar 26,3 prosent ella 46 milliónir krónur.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2022

13
Leygardagur 19. november 2022

Skipið hevur roynst væl og riggað væl

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð við jólapakkum. Tíð var eisini til prát, Guds orð og bøn, saman við trimum av manningini, sum høvdu landingartørn

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Sunnudagin og mánadagin landaði Christian í Grótinum sild til Pelagos í Fuglafirði, sum teir fingu í íslendskum sjógvi.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð við jólapakkum. Tíð var eisini til prát, Guds orð og bøn, saman við trimum av manningini, sum høvdu landingartørn.

- Tað gekk væl at fiskað, tí vit fingu góð 2000 tons í eitt samdøgur. Harafturat var tað stór og góð sild, sum í miðal liggur um 370 gram. Tað sigur stýrimaðurin Christian Djurhuus.

- Vit royndu við troli eftir sildini og har vóru fleiri onnur føroysk skip, sum eisini trolaðu eftir sild. Eg haldi tey flestu høvdu brúkiligan fiskiskap, sigur hann.

- Vit eru væl nøgdir við skipið, sum bæði hevur roynst væl og riggað væl hesar umleið átta mánaðirnar, tað hevur verið í vinnu. Vit fara óivað ein túr afturat eftir sild, og so man fara at stittast til vit fáa jólaferiu, sigur Christian Djurhuus.  

13 mans vóru við Christianni, harav ein drongur sum var í starvsvenjing. Skipari var Bogi Rasmussen.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2022

14
Leygardagur 19. november 2022

Manningin á barentshavstrolara longu verið á vali

Atkvøðurnar frá Akrabergi vórðu í mikumorgunin fluttar yvir á Gadus, sum siglir heim

(Mynd: Tórik Ábraham Rouah)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Valevnislistarnir hjá flokkunum eru ikki komnir upp á pláss enn, men á føroysku trolarunum í Barentshavinum hava teir longu verið á vali.

Atkvøðurnar hjá manningini á Akrabergi, sum telur 24, vóru í mikumorgunin fluttar yvir á Gadus, sum fer at sigla heim.

Akraberg kemur ikki til Føroya áðrenn løgtingsval verður 8. desember, og óvist er eisini, um teir vera heima á jólum.

Teir hava fiskað við Svalbard og eru nú á veg í russiskan sjógv. Fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Tórik Ábraham Rouah tók myndirnar:

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2022

15
Leygardagur 19. november 2022

Sigla við alifóðri og jólapakkum

Vit hava ligið á Fuglafirði og lastað umleið 1200 sekkir á 1000 kilo av alifóðri, sum skulu siglast niður til alibrúk hjá Bakkafrosti í Skotlandi

(Mynd: Brian Sandvik, Brian Poulsen og Napoleon Vestergaard)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Týskvøldið fór farmaskipið Hav Alda av Fuglafirði við kós móti Skotlandi. Skipið siglir millum Føroyar og Skotland við alifóðri fyri Bakkafrost.

- Vit hava ligið á Fuglafirði og lastað umleið 1200 sekkir á 1000 kilo av alifóðri, sum skulu siglast niður til alibrúk hjá Bakkafrosti í Skotlandi. Tað sigur skiparin Napoleon Vestergaard.

- Vit leggja at 10 alibrúkum har umleið 700 tons vera avskipaði og so skal Hav Sand hava 500 tons. Hav Sand siglir við fóðrinum til tey sunnastu alibrúkini, meðan vit sigla til tey norðaru, sigur hann.

- Nú sjómanstrúboðarin var umborð við jólapakkum, fingu vit eisini pakkar til Hav Sand og Bakkanes, sum arbeiða við alibrúkini hjá Bakkarfosti í Skotlandi. Tí kann sigast, at vit hesaferð sigla við alifóðri og jólapakkum, sigur Napoleon Vestergaard, smílandi.

Sjey mans sigla við Hav Aldu.

Teir vóru blíðir við trúboðaran, sum eisini las eitt Guds orð og hevði bøn.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2022

16 Leygardagur 19. november 2022

Prísmunurin á bensini og diesel heldur fram at vaksa

Oljuprísurin lækkar so smátt, men bensin er framvegis bíligari enn dieselolja

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Diesel er vanliga tað bíligara brennievni í mun til bensin, men seinastu vikurnar hevur tað verið umvent.

Effo og Magn hava aftur broytt prísirnar, og munurin er vorðin størri. Ein litur av bensini kostar nú 12,91 krónur, og prísurin er sostatt lækkaður heilt fitt seinasta mánaðin. 17. oktober kostaði ein litur av bensini 14,20 krónur.

Prísurin á dieselolju er støðugt hækkaður seinastu tveir mánaðirnar, og kom tann 8. november upp á 13,80 krónur liturin. Síðani er prísurin lækkaður eitt vet, og er komin niður á 13,63 krónur.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2022

17 Leygardagur 19. november 2022

Innflutningurin aftur sett met

Fyrstu níggju mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 9,3 milliardir krónur – Ein vøkstur á 39 prosent í mun til í fjør

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrstu níggju mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 9,3 milliardir krónur. Tað skrivar Hagstovan, nú innflutningurin til og við september er gjørdur upp.

Og ongantíð fyrr hava vit innflutt meira enn í ár.

Talan er um ein vøkstur á 39 prosent – ella 2,6 milliardir – í mun til í fjør, og um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 25 prosent ella 1,6 milliardir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinasta árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Vit hava innflutt fyri 717 milliónir krónur ella 72,5 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør av brennievni. Innkeypsprísurin fyri gassolju hevur ligið á nøkulunda sama støði seinastu mánaðirnar, meðan prísurin fyri bensin er lækkaður nakað síðani juni mánaða.

Um vit síggja burtur frá brennievni og skipum, er størsti vøksturin í bólkinum rávøra til aðra framleiðslu. Har er innflutt fyri 408 milliónir krónur meira, sum er 29 prosent vøkstur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2022

18 Leygardagur 19. november 2022

Flótandi vindmylnulund skal minka um útlátið frá oljupallum

Fyrsta flótandi vindmyllan á Hywind Tampen vindmylnulundini í Norðsjónum varð tikin í nýtslu nú um dagarnar og fer hon at veita streym til tveir stórar olju- og gasspallar. Tað fer at minka munandi um útlátið

Flótandi havvindmylnulundin Hywind Tampen liggur millum tveir risastórar olju- og gasspallar og skal við síni elframleiðslu minka munandi um útlátið.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað er norska orkufelagið Equinor, sum stendur aftanfyri verkætlanina, ið m.a. hevur til endamál at minka um útlátið frá tveimum av teimum størstu olju- og gasspallunum í norska partinum av Norðsjónum, Gullfaks og Snorre.

[object Object]

Talan er um einki minni enn heimsins størstu flótandi havvindmylnulund, sum framleiðir streym til olju- og gasspallar. Ætlanin er, at hon skal nøkta umleið 35% av elorkutørvinum á teimum báðum feltunum. Hetta svarar til at minka CO2 útlátið við 200.000 tonsum um árið.

Norra  gongur á odda at byggja flótandi havvindmylnulundir við m.a. tí endamáli at veita streym til verandi og komandi olju- og gasspallar til tess at minka munandi um útlátið.

[object Object]

[object Object]

Við Hywind Tampen verkætlanini ynskir Norra at leggja botn til eina framtíð við menning av flótandi havvindmyllum. Hetta er nakað, sum norski ídnaðurin fer at leggja seg eftir í kjalarvørrinum á olju- og gassvinnuni.

Eftir ætlanini fara sjey myllur at framleiða streym í hesum árinum. Longu við hesum myllunum verður Hywind Tampen heimsins størsta flótandi vindmylnulund við 60MW.

[object Object]

Equinor skrivar á síni heimasíðu, at við teimum ómetaliga stóru møguleikunum fyri vindorku til havs hevur Norðsjógvurin stóran týdning í grøna orkuskiftinum og fyri orkutrygdina í Evropa og Norra.

Við Hywind Tampen hevur Norra tikið fyrsta stig til tess at menna eina nýggja vinnu innan havvind í Norra, sum kann vera ein álítandi , rímulig og varandi orkuveiting.

Við Hywind Tampen minkar Norra um útlátið frá olju- og gassvinnuni og økir um gassútflutningin til Evropa. Hetta kann vera við til at broyta norska landgrunnin frá at vera ein olju- og gasslandslutur til at gerast ein orkulandslut.

[object Object]

Feløgini, sum saman við Equinor, standa aftanfyri Hywind Tampen, eru OMV, Petoro, Vår Energi, Winthershall Dea og INPEX Idemitsu.

Hywind Tampen hevur eina samlaða framleiðsluorku uppá 88MW og liggur 140 kilometrar úr landi á 300 metrar dýpi.

Eisini í næsta grannalag okkara Hetlandi arbeiða tey við at menna flótandi havvindmylnulundir, sum m.a. skulu veita streym til bæði verandi og komandi olju- og gasspallar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2022

19 Leygardagur 19. november 2022

Vindorkumenningin í Hetlandi týðandi stig víðari

Stoypa nú betongelementini til 103 Vestas vindmyllur, sum skulu takast í brúk í 2024

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eins og í Føroyum eru grannar okkara í Hetlandi í ferð við at menna grønu varandi orkuna. Og teir ætla sær, at útbyggingin við vindorku veruliga skal muna í lokalu orkuframleiðsluni.

Hetland er enn meira bundið at fossilu brennievnunum enn Føroyar, tá tað kemur til orkuveiting. Eitt nú hava tey ikki stóru vatnorkumøguleikarnar, sum eru bæði í Føroyum og í Skotlandi.

Fyri at gera seg minni heft at olju og gassi og til tess at kunna vera við til at veita streym frá vindorku á landi og til havs bæði til lokalsamfelagið og til mongu olju- og gasspallarnar, sum eru í hetlendskum sjógvi, verða í fyrsta lagið settar upp 103 vindmyllur á landi í Hetlandi.

[object Object]

Arbeiðið at leggja hetta til rættis hevur verið í gongd í eina tíð, og nú verða so betongelementini, sum tær stóru vindmyllurnar skulu standa á, stoypt. Talan er um Viking Energy fyritøkuna, sum stendur aftanfyri hesi stóru verkætlan, ið skal gerast veruleiki í 2024.  Longu í næsta ár verður farið at seta upp tær 4,3 MW Vestas vindmyllurnar. 

Um somu tíð sum henda verkætlan er við at fara av bakkastokki verður elleiðing løgd á havbotnin millum Hetland og Skotland. Henda skal tryggja Hetlandi streym úr meginlandinum, tá eitt nú eingin vindur er í Hetlandi og eisini øvugt. Tvs. at tá yvirskot er av vindorku í Hetlandi kann streymurin útflytast til Skotlands. 

Aftrat hesum kemur so, at ætlanir eru at menna fleiri flótandi havvindmylnulundir í fyrsta lagi eystan fyri Hetland men í framtíðini eisini millum Hetland og Føroyar. Tær fara so at fáa stóran týdning fyri elektrifiserningina av allari olju- og gassvinnuni í Hetlandi. Tað er ein týðandi partur av bretska orkupolitikinum í sambandi við grøna orkuskiftið, at framtíðar útlát frá olju- og gassvinnuni skal minkast munandi og kann tað m.a. gerast við at veita streym til framleiðslupallarnar. Tað vil vera við til at minka um útlátið við heilt upp til 90% í ávísum førum. 

Eisini í Føroyum verður nú tosað um eina orkuframtíð við m.a. flótandi havvindmylnulundum. Hetta kom fram á stóru ráðstevnuni Arctic Circle í Reykjavík herfyri eins á ráðstevnuni Ósvart í Havn nú um dagarnar. Í tí sambandi er framtíðar møguleikin eisini nevndur at leggja ein elkaðal millum Føroyar og Hetland ella skotska meginlandið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2022

20 Leygardagur 19. november 2022

BankNordik: Fleiri taka lán til orkusparandi loysnir

Alsamt fleiri taka elbillán og lán til orkusparandi loysnir til bústaðin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Talið á teimum, sum fáa sær orkulán, er vaksandi. Seinasta árið er talið á orkulánum vaksið við 38%. Orkulán er ætlað teimum, ið skulu gera orkusparandi ábøtur á bústaðin, til dømis umlegging frá oljufýri til jarðhita ella hitapumpu.

Harumframt er talið á grønum bústaðarlánum vaksið við 151% seinasta árið. Grønt bústaðarlán er eitt bústaðarlán við eini lægri rentu og er ætlað teimum, ið hava ein bústað, sum verður hitaður við eini varandi orkuskipan.

Stórur eftirspurningur eftir láni til elbil
Tað eru eisini fleiri, sum keypa sær elbil, og hetta sæst aftur í samlaðu tølunum á elbillánum. Seinasta árið er talið á elbillánum vaksið við 119%. Vøksturin er serliga høgur havandi í huga, at føroyingar sum heild hava keypt færri bilar í ár samanborið við í fjør.

– So hvørt sum oljuprísurin er hækkaður, hava vit upplivað ein alsamt vaksandi eftirspurning eftir lánum til orkusparandi loysnir. Vit fáa serliga nógvar fyrispurningar um lán til elbil og lán til nýggja orkuskipan. Fyri at stuðla undir grønu gongdini hava vit eina lægri rentu á hesum lánum, soleiðis at tað gerst lættari hjá okkara kundum at velja burðardyggar loysnir, sigur Turið F. Arge, stjóri í BankNordik.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2022

21 Leygardagur 19. november 2022

Seinasta skotið latið av á Norðtoftum

Hvannasundstunnilin varð týsdagin skotin ígjøgnum. Nýggju tunlarnir norð um Fjall skulu vera lidnir í 2024

(Mynd: Oliver Joensen / Nordlysid.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Týsdagin varð seinasta skotið latið í Hvannasundstunlinum, og punktum er harvið sett við ein stóran part av arbeiðinum at gera nýggju tunlarnar norð um Fjall.

Hvannasundstunnilin er millum Árnafjørð og Norðtoftir. Árnafjarðartunnilin sum varð skotin ígjøgnum í síðstu viku er millum Árnafjørð og Ánirnar.

Hóast seinastu skotini eru latin, er nógv eftir, tí tunlarnir verða eftir ætlan ikki lidnir fyrr enn á heysti enn í 2024.

Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur, og Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 metrar langur. Samlað vegalongd, har tunnlar og vegir eru roknaðir við, er umleið 6500 metrar langt. 

Tunlarnir fara at kosta 522 mió. kr. og verða væntandi lidnir á heysti í 2024. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2022

22 Leygardagur 19. november 2022

12 filmar komu inn í stuttfilmskappingini hjá Námi

6. desember verður vinnarin avdúkaður, og verður hann vístur saman við øðrum filmum í kappingini í Havnar Bio

(Mynd: Nám)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á midnátt fríggjakvøldið var freistin úti at senda inn filmar til árligu stuttfilmskappingina hjá Námi fyri næmingar á hádeild og miðnámi, og 12 filmar komu inn.

Evnið er heimsmálini hjá ST, og vinningurin er 30.000 krónur.

Ein faklig dómsnevnd, sum er sett av Námi, metir um innkomnu filmarnar, sum í mesta lagi í sjey minuttir hava sett sær fyri at lýsa eitt ella fleiri av teim seytjan heimsmálunum, sum øll árini hava verið karmurin um kappingina.

Týsdagin 6. desember klokkan 19 verður vinnarin so kunngjørdur. Hann verður vístur saman við øðrum filmum í kappingini í Havnar Bio, skrivar Nám í tíðindaskrivi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2022

23 Leygardagur 19. november 2022

Jólatræið frammanfyri Ráðhúsinum tendrar 26. november

Jólabýurin verður í ár settur upp á parkeringsplássinum frammanfyri Ráðhúsið, og orsakað av arbeiði á Vaglinum, verður jólatræið í ár sett upp frammanfyri trappuni á Ráðhúsinum, boðar Tórshavnar kommuna frá

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Jólatræið á Vaglinum hevur gjøgnum árini verið staðsett ymsastaðni. Tað er flutt fleiri ferðir, og í ár er onki undantak, nú jólatræið kemur at standa við ráðhústrappuna, skrivar Tórshavnar kommuna.

Jólabýurin verður í ár settur upp á parkeringsplássinum frammanfyri Ráðhúsið. Orsakað av arbeiði á Vaglinum, verður jólatræið í ár sett upp frammanfyri trappuni á Ráðhúsinum.

Kommunan boðar frá, at jólatræið verður tendrað leygardagin 26. november klokkan 15.30.

Ann Hermansdóttir, prestur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, halda røður, og Havnar Hornorkestur spælir.

Í sambandi við, at jólatræið verður tendrað, verða nógv ymisk hugnalig tiltøk í miðbýnum, og tann skráin verður kunngjørd seinni, skrivar kommunan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2022

24 Leygardagur 19. november 2022

Fyrsta føroyska rommið komið á marknaðin

Einar's Distillery spennir seg út við fyrsta føroyska romminum, ið er uppkallað eftir Skipar Hansen

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú er fyrsta føroyska rommið komið á marknaðin.

Tað er Einar's Distillery, ið hevur framleitt fyrsta føroyska rommið, sum er uppkallað eftir Skipar Hansen (1745-1817).

Skipar Hansen's Romm er framleitt í Føroyum við íblástri úr søgu- og smuglaravirkseminum, ið fór fram umvegis Vágsbotn og Rybergs handilin (1767-1788). Tað er gjørt úr dygdar rávørum úr Vestindia og føroyskum vatni. Rommið er brent og búnað á serstøkum føtum í Føroyum, boðar Einar's Distillery frá.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2022

25 Leygardagur 19. november 2022

– Trump stillar uppaftur í 2024

Hetta fer hann at boða frá týsdagin í næstu viku, sigur Jason Miller, ráðgevi hjá Donald Trump

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump hevur í fleiri mánaðir givið ábendingar um, at hann fer at stilla uppaftur til næsta amerikanska forsetavalið í 2024, og tann endaliga fráboðanin kemur týsdagin, sigur ráðgevi hansara (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í komandi viku fer fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump at boða frá, at hann stillar upp til amerikanska forsetavalið í 2024, sigur Jason Miller, ið hevur verið ráðgevi hjá Trump í nógv ár.

Tað var í poddvarpinum "War Room" í samrøðu við fyrrverandi ráðgevan hjá Trump, Steve Bannon, at Miller boðaði frá, at Trump fer at koma við fráboðanini týsdagin.

Hann leggur afturat, sambært Ritzau, at Trump hevur sagt honum, at tað er ein sjálvfylgja, at hann stillar uppaftur.

Hetta samsvarar við tað, sum Trump segði á veljarafundi í amerikanska statinum Ohio mánadagin í farnu viku.

– Týsdagin 15. november komi eg við einari týdningarmiklari fráboðan úr Mar-a-Lago í Palm Beach í Florida, segði hann og vísti til heim sítt í Florida.

Fyrrverandi amerikanski forsetin hevur annars í fleiri mánaðir givið ábendingar um, at hann fer at stilla upp í 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2022

26 Leygardagur 19. november 2022

Trump roynir at sleppa undan at vitna

Sokallaða 6. januar-nevndin hevur ikki fingið skjøl og heldur onki sæð til fyrrverandi forsetan

Donald og Melania Trump avmyndað í sambandi við miðskeiðisvalið herfyri (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Donald Trump, fyrrverandi forseti í USA, hevur hvørki latið skjølini, ið spurt varð eftir, ella vitnað fyri nevndini, sum kannar hvat hendi undir álopinum á kongressina 6. januar 2021.

Tað skrivar sokallaða 6. januar-nevndin, ið stendur fyri kanningini, í eini fráboðan.

Trump hevði fingið freist til at lata skjølini 4. november, men fekk freistina longda í eina viku. Í gjár, 14 november, ella har á leið, skuldi hann havt verið hjá nevndini fyri at geva sína frágreiðing.

Farna fríggjadag legði Trump sak, har hann royndi at sleppa undan at vitna ella lata skjølini frá sær.

- Sanleikin er, at Donald Trump, eins og fleiri at nærmastu sameindu hansara, fjalir seg fyri kanningini hjá 6. januar-nevndini og sýtir fyri at gera tað, sum yvir túsund onnur vitni hava gjørt, siga formaðurin og næstforkvinnan í nevndini, demokraturin Bennie Thompson og republikanarin Liz Cheney, í fráboðanini.

Enn er ógreitt, hvat avleiðingarnar verða, um Trump ikki gongur eftirlíkar stevningini, skrivar dr.dk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2022

27 Leygardagur 19. november 2022

– Eg vil tryggja, at Biden ikki fær fýra ár afturat

Nú hevur Donald Trump váttað, at hann fer eftir enn einum valskeiði í Hvítu Húsunum

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump fekk bert eitt valskeið í Hvítu Húsunum, áðrenn Joe Biden tók yvir, men nú fer hann eftir fýra árum afturat (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í fleiri mánaðir er hann komin við ábendingum, og í nátt okkara tíð váttaði fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump so, at hann stillar upp til forsetavalið í 2024.

– Fyri at gera USA stórfingið aftur, boði eg hervið frá, at eg bjóði meg fram sum forseta, segði Trump í røðu á bústaði sínum Mar-a-Lago í Palm Beach í statinum Florida.

Í røðuni vildi Trump vera við, at USA er farið í órøkt undir Joe Biden, og gekk tað nógv betur, tá hann sjálvur var forseti í tíðarskeiðnum 2017 til 2021.

– Eg vil tryggja, at Biden ikki fær fýra ár afturat, tí tað fer land okkara ikki at kunna klára, segði hann sambært DR.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2022

28 Leygardagur 19. november 2022

Systkinini hjá Joe Biden sleppa ikki inn í Russland

Russland hevur sett í verk nýtt inferðarbann, sum rakar 200 amerikanarar

Amerikanski forsetin, Joe Biden og senatorurin Bernie Sanders, sum eisini er raktur av russisku revsitiltøkunum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Russland hevur nú sett í verk innferðarbann fyri 200 amerikanarar afturat. Tað boðaði russiska uttanríkismálaráðið frá fríggjadagin.

Bannið er eitt aftursvar til tey revsitiltøk, sum USA og restin av vesturheiminum hevur sett í verk móti Russlandi orsakað av innrásini í Ukraina.

Bannið umfatar, sambært ráðnum, embætisfólk og politikarar og teirra nærmastu, umframt serfrøðingar og vinnulívsfólk. Talan er um fólk, sum "taka lut í promoveringini av russofobisku herferðini og stuðla stýrinum í Kyiv (ukrainska høvuðsstaðnum, red.)".

Millum tey, sum eru rakt av hesum eru systkinini hjá amerikanska forsetanum Joe Biden, Valerie, James og Francis, umframt Karine Jean-Pierre, pressutalsfólk í Hvítu Húsunum, og Bernie Sanders og Elizabeth Warren senatorar.

Rithøvundurin Anne Applebaum, Matthew Kaminski, ábyrgdarblaðstjóri á Politico og Paul Pelosi, ið er giftur Nancy Pelosi, forkvinna í amerikanska Umboðsmannatinginum.

Tilsamans hevur Russland sett í verk innferðarbann fyri yvir 1000 amerikanarar. Hetta hevur m.a. rakt Hollywood-sjónleikarar sum Ben Stiller og Sean Penn.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2022

29 Leygardagur 19. november 2022

– Russland hevur oyðilagt undirstøðukervið í Kherson

Talan er um samskiftislinjur, vatn- og hitaveitingina umframt streymveitingina, sigur ukrainski forsetin

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í vikuni tók russiski herurin seg úr ukrainska býnum Kherson, og sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, náddu russar at oyðileggja alt undirstøðukervið í býnum, áðrenn teir fóru.

Talan er um samskiftislinjur, vatn- og hitaveitingina umframt streymveitingina.

Zelenskyj sigur tó, at lokalu myndugleikarnir eru í ferð við at fáa skil á støðuna.

– Áðrenn tey rýmdu úr Kherson, oyðiløgdu teir alt týðandi undirstøðukervi: samskifti, vatn, hita og el, segði Zelenskyj í røðu, sum Ritzau endurgevur.

Hann leggur afturat, at málið hjá russum er at eyðmýkja fólk so nógv sum gjørligt, men fara tey at fáa bygt alt uppaftur.

Kherson hevði verið hersettur av russum, síðan kríggið í Ukraina byrjaði í februar, og fyri fáum vikum síðani boðaði russiski forsetin, Vladimir Putin frá, at økið, eins og onnur hersett øki, nú var ein partur av Russlandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2022

30 Leygardagur 19. november 2022

Republikanarar hava nú meirilutan í Umboðsmannatinginum

Eftir at republikanski Mike Garcia vann í Kalifornia, hava republikanarar tryggjað sær 218 umboð

Nývald umboð avmyndað á Capitol Hill í Washington D.C. týsdagin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Republikanarar hava tryggjað sær meirilutan í amerikanska Umboðsmannatinginum eftir miðskeiðisvalið í farnu viku.

Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar, m.a. CNN.

Sambært tíðindastovuni AP hava republikanarar tryggjað sær meirilutan, eftir at republikanski Mike Garcia vann yvir demokratisku Christy Smith í Kalifornia, og harvið hava republikanarar tryggjað sær 218 umboð, sum er tað talið, ið krevst fyri at fáa meiriluta.

Umboðsmannatingið hevur 435 limir, sum eru valdir fyri tvey ár í senn, og allir limir standa fyri vali annað hvørt ár. Seinastu tvey árini hava demokratar havt 222 umboð, meðan republikanarar hava havt 213.

Demokratarnir hava higartil tryggjað sær 210 umboð í Umboðsmannatinginum, men alt er ikki liðugt talt upp.

Í farnu viku gjørdist greitt, at demokratar varðveita meirilutan í Senatinum. Seinastu tvey árini hava báðir flokkar havt 50 umboð í part, og í løtuni standa demokraternir til at varðveita síni 50 umboð, meðan republikanarar hava 49.

Hvør flokkur fær seinasta sessin skal avgerast við einum umvali í statinum Georgia. Men í støðum, har tað stendur á jøvnum, er tað varaforsetin, sum í løtuni er demokratiska Kamala Harris, sum eigur avgerandi atkvøðuna, og tí kann mann tosa um ein demokratiskan meiriluta, hóast báðir flokkar skuldu fingið 50 umboð í part.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2022

31 Leygardagur 19. november 2022

Mike Pence: Hatta var óforsvarligt

Í sambandi við útgávu av nýggjum endurminningum hjá fyrrverandi amerikanska varaforsetanum, greiðir hann m.a. frá, hvat hendi tann dagin mótmælisfólk lupu á Kongressina, og segði hann, at orðini og atburðurin hjá táverandi forsetanum, Donald Trump í hesum sambandi var ófórsvarligur

Mike Pence var varaforseti undir Donald Trump frá 2017 til 2021 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mike Pence, ið var varaforseti í USA undir Donald Trump, heldur, at tað var Trump, sum var orsøkin til, at hann og familja hansara vóru sett í vanda 6. januar 2021, tá viðhaldsfólk hjá Trump lupu á Kongressina.

– Orðini hjá forsetanum vóru óforsvarlig, og atburður hansara var óforsvarligur. Orðini hjá forsetanum tann dagin á veljarafundinum (áðrenn álopið á Kongressina, red.), settu meg og familju mína og øll í kongressbygninginum í vanda, sigur fyrrverandi varaforsetin í samrøðu við ABC News.

Tey, ið lupu á Kongressina 6. januar í fjør vildu vera við, at valsvik var framt í sambandi við forsetavalið 3. november 2020, og viðurkendu tey ikki almenna valúrslitið, sum útnevndi Joe Biden til vinnara av valinum.

Í røðu sínari hevði Trump m.a. sagt, at mann átti at tikið landið aftur, og mótmælisfólkini trokaðu seg inn í Kongressina, og komu teir fram til tað rúmið, har limir úr bæði Umboðsmannatinginum og Senatinum vóru í ferð við at góðkenna valúrslitið.

Sambært Ritzau er samrøðan við Mike Pence gjørd í sambandi við, at hann í morgin gevur út endurminningar, sum snúgva seg um tíð hansara sum varaforseta. Bókin eitur "So Help Me God".

Mike Pence greiðir í bókini m.a. frá, at hann var staddur í Kongressbygninginum 6. januar, og at hann noktaði at fara av staðnum. Eisini greiðir hann frá, at Trump vildi hava hann at kolldøma úrslitið av forsetavalinum, og gjørdi hann ikki eftir boðunum hjá Trump fóru fólk at minnast hann sum ein ræðuskít. Eitt annað, sum verður sagt í bókini er, at Trump ikki setti seg í samband við Pence fyri at hoyra, um hann var sloppin úr vanda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2022

32 Leygardagur 19. november 2022

Størsta tap síðani 2016

Føroyar fingu stegða bløðingini í seinna hálvleiki og eisini spælt eitt sindur við, men tað sum stendur eftir 5-0 tapið í Kekkia í kvøld er millum annað, at tað av álvara er nógv at arbeiða

Føroyska liðið hevði trupult við at fylgja við í Olumouc í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Brno, Kekkia (Portalurin) - Kekkia skoraði fýra ferðir í fyrra hálvleiki í venjingardystinum í Olumouc í kvøld. Harvið var greitt hjá Håkani Ericson og toymi, at seinni hálvleikur skuldi verða betri.

Soleiðis varð eisini. Hildið varð fast í 5-4-1 leikskipanini, ið farið var yvir til eftir 3-0 málið eftir 23 minuttir. Kekkia hevði ein risamøguleika og eina ógvuliga góða støðu fyrsta korterið í seinna hálvleiki, men annars hildu Føroyar vertunum burtur til eitt korter var eftir, tá kekkar fingu ov nógv pláss í vinstru eftir hornasparksstøðu, og innskifti verjuleikarin Patrizio Stronati ótarnaður kundi stútað bóltin framvið Gunnari Nielsen.

Patrik Johannesen hevði størsta føroyska málmøguleikan men skeyt uppum. Hetta var eftir kontra og góðan túr hjá Meinhardi Egilsson Olsen, ið greitt var mest sjónligi føroyski leikarin við bóltinum í álopskenda spælinum. 

Patrik var ein av innskiftu leikarunum. Eisini komu millum annað Samuel Johansen Ckukwudi, Stefan Radosavljevic og Pætur Petersen inn í seinna hálvleiki - allir fyri fyrstu ferð á A-landsliðnum. Hanus Sørensen fekk eisini sín fyrsta A-landsdyst, og fýra debutantar var á ein hátt ljóspunkt. 

Tó er einki at dylja yvir, at tað var ein risastórur munur á liðnum, at føroyska liðið av álvara skal reisa seg leygardagin, og at nógv er at arbeiða við til næstu undankapping, har vit aftur skulu spæla móti Kekkia.

Venjingardystur
Andruv Stadium, 16.11

Kekkia - Føroyar 5-0 (4-0)
13' Mojmir Chytil 1-0
19' Mojmir Chytil 2-0
24' Mojmir Chytil 3-0
42' Vaclav Cerny 4-0
76' Patrizio Stronati 5-0

Føroyar 4-5-1/4-3-3): Gunnar Nielsen - Hanus Sørensen (71' Samuel Johansen Chukwudi), Gunnar Vatnhamar, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (L) - Meinhard Egilsson Olsen (77' Pætur Petersen), Sølvi Vatnhamar (77' Stefan Radosavljevic), Heðin Hansen (71' Kaj Leo í Bartalsstovu), René Shaki Joensen, Mads Boe Mikkelsen (56' Gilli Rólantsson Sørensen)- Klæmint Andrasson Olsen (56' Patrik Johannesen)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2022

33 Leygardagur 19. november 2022

Fýra ár síðani seinast - hittast fyri fjórðu ferð

Føroyska A-landsliðið við monnum hevur eina ferð áður spælt í Kosovo

Rene Shaki Joensen móti Kosovo í Pristina í 2018 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Pristina, Kosovo (Portalurin): Juni, 2016 - Frankfurt. Tað var fyrsti dystur hjá Kosovo, síðani FIFA-limaskapin varð staðfestur. Føroyar vóru kosnar sum mótstøðulið. Tað gekk væl hjá Lars Olsen og hansara monnum um hetta mundi, men Kosovo var betra liðið og vann 2-0.

Beint yvir tvey ár seinni hittust tey aftur. Hesaferð í Nations League-dysti í Pristina. Føroyar vórðu aftur veruliga partur av fótbóltssøguni hjá umstrídda landinum á Balkan: Hetta var fyrsti skrásetti dystur hjá Kosovo í landinum, og áskoðarnir á Fadil Vokrri leikvøllinum vóru á gosi. Heimaliðið var eisini greitt omaná, og aftur endaði tað 2-0.

Seinni sama heyst kom Kosovo betri frá byrjan á Tórsvølli við einum dreymahøggi, men eitt føroyskt lið, ið hekk væl saman hendan kalda oktoberdagin, fall ikki í fátt og René Shaki Joensen, ið tá veruliga var í málformi á landsliðnum, skoraði gott mál eftir upplegg frá Gilla Rólantssyni. 

Tað endaði 1-1, og harvið hava Føroyar ongantíð vunnið á Kosovo. Hesaferð hevur Kosovo heilt nógvar ungar leikarar við, og málið til dystin í morgin skal í hvussu er vera at reisa seg eftir 5-0 tapið í Kekkia. Føroyar hava eisini ein øðrvísi hóp hesuferð, í mun til vanligt, men nógv spennandi kann verða at síggja leygarkvøldið.

Føroyska liðið hevur verið í heilt góðum umstøðum í Pristina síðani í gjárkvøldið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2022

34 Leygardagur 19. november 2022

Fýra fingu sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum

Hanus Sørensen byrjaði inni á høgra bakki, og Samuel Johansen Chukwudi, Stefan Radosavljevic og Pætur Petersen vórðu skiftir inn í øðrum hálvleiki. Nakrir eru í hópinum, sum kunnu spæla á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð leygarkvøldið

Tá tjúgu minuttir restaður í avloysti Samuel Johansen Chukwudi fyrrverandi liðfelagan í HB, Hanus Sørensen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Pristina, Kosovo (Portalurin): Føroyar vóru fyri stórtapi í Kekkia mikukvøldið. Vertirnir vóru greitt omaná og náðileysir, meðan talan var um eit lakt avrik hjá føroyska liðnum - serliga í fyrra hálvleiki. Úrslitið gjørdist 5-0, og er hetta størsti ósigur í tíðini undir Håkani Ericson, størsti ósigur síðani 0-6 dystin móti Portugal á Tórsvølli í oktober 2016 og størsta tap á útivølli síðani 0-6 tapið fyri Eysturíki í mars 2013.

Kekkia - Føroyar 5-0 (4-0)
13' Mojmir Chytil 1-0
19' Mojmir Chytil 2-0
24' Mojmir Chytil 3-0
42' Vaclav Cerny 4-0
76' Patrizio Stronati 5-0

Landsliðshópurin sær øðrvísi út hesuferð, í mun til til dømis fyrr í ár. Níggju leikarar eru ikki tøkir hesuferð, og tað hevur millum annað við sær, at nógvir ungir mans eru við. Fýra mans royndu seg fyri fyrstu ferð, harav tann eini byrjaði inni á høgra bakki og spældi yvir ein tíma: 

- Hanus Sørensen, 21 ár - høgri bakkur (HB)

- Samuel Johansen Chukwudi, 19 ár - miðverji (Union St. Gilloise, Belgia - upprunaliga HB)

- Stefan Radosavljevic, 22 ár - sentralur miðvallari (HB)-

-  Pætur Petersen, 24 ár - vongur (HB)

Føroyar 4-5-1/4-3-3): Gunnar Nielsen - Hanus Sørensen (71' Samuel Johansen Chukwudi), Gunnar Vatnhamar, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (L) - Meinhard Egilsson Olsen (77' Pætur Petersen), Sølvi Vatnhamar (77' Stefan Radosavljevic), Heðin Hansen (71' Kaj Leo í Bartalsstovu), René Shaki Joensen, Mads Boe Mikkelsen (56' Gilli Rólantsson Sørensen)- Klæmint Andrasson Olsen (56' Patrik Johannesen)

Tað sum hesir hava til felags er, at allir hava tilknýti til HB. Tríggir hava spælt fyri HB í ár, og Hanus og Samuel eru uppvaksnir í felagnum. Hanus hevur áður spælt í donskum fótbólti, og Samuel roynir seg nú í belgiskum fótbólti.

Stefan hevur sín fótbóltsvøkstur í TB, og Pætur Petersen er úr Skálavík og spældi harvið við B71 sum barn. Seinni hava hesir báðir umboðað onnur feløg - til dømis hava báðir spælt fyri B36 eisini.

[object Object]
Hanus Sørensen í nærdysti. Verjan hjá Føroyum var til tíðir undir hørðum trýsti í gjár - HB-bakkurin hevði millum annað nakrar góðar offensivar atgerðir (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Samuel Johansen Chukwudi er errin av, at hann nú hevur umboðað land sítt fyri fyrstu ferð - tó var tað sjálvandi ein tung kensla at lata mál inn og tapa stórt, sigur hann (Mynd: Sverri Egholm)

Seks aðrir bíða
Í hópinum, sum nú hevur flutt seg til Kosovo, eru framvegis fimm spælarar, ið hava sín fyrsta A-landsdyst til góðar. Talan er um málverjan Bárð á Reynatrøð, miðverjan Andrias Edmundsson, vinstra bakkin Martin Agnarsson, sentralu miðvallararnir Noah Mneney, Andrass Johansen og kantin/bakkin Jann Benjaminsen.

Allir hesir vandu hósdagin undir leiðsluni hjá fysiska venjaranum Magna Mohr, hjálparvenjaranum Eli Hentze og málmansvenjaranum Hans Jørgensen. Talan var um eina meira fysisika venjing fyri teir, sum spældu undir hálvan tíma ella als ikki spældi.

Gunnar Nielsen er ikki við í Kosovo, so tað er helst góður møguleiki fyri, at Bárður á Reynatrøð spælir í øllum førum ein hálvleik. Hugsast kann eisini, at nakrir av útileikarunum sleppa at royna seg leygarkvøldið, tá venjingardystur aftur er á skránni. 

Martin Agnarsson noyddist at fara úr venjing, stutt áðrenn hon endaði í dag. Tá interval-spæl var uppá tvey mál, beklaði Viborg-spælarin, tá hann royndi at blokera eitt skot. 18-ára gamli bakkurin fekk viðgerð, og tað er ikki álvarsligt. 

[object Object]
Spurningurin er, hvussu málmanskaballin verður løgd til leygarkvøldið. Mattias Lamhauge hevur spælt ein venjingardyst fyrr í ár 

[object Object]

Teir stríddust - millum annað um spælitíð - í Kekkia í dag 

[object Object]
Martin noyddist út  - her saman við læknanum Heina Harryson

[object Object]
Eftir viðgerð frá Harry og fysioterapeutinum Øssi Steinhólm, var støðan tó betri (Myndir: Hans Erik Danielsen/FSF)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2022

35 Leygardagur 19. november 2022

- Mamma byrjaði at lippa

21-ára gamli Hanus Sørensen greiðir frá, hvussu stórt tað er fyri hann at vera á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann hevur spælt á øllum U-landsliðunum, og samanlagt bleiv tað til næstan 50 ungdómslandsdystir fyri Føroyar.

Hoyvíkingurin var millum annað við U17-landsliðnum, ið spældi seg til EM-endaspælið, og gjørdist fastur fúsur á U21-landsliðnum hjá Sámal Eriki Hentze og Atla Gregersen. Frá september 2020 til og við mars 2022 spældi Hanus tíggju U-landsdystir, harav Føroyar vunnu fýra teirra - fingu stig í seks av teimum dystunum.

Nú er Hanus Sørensen ov gamal til U21 og hevur tikið næsta fetið. 31. oktober varð nú 21-ára gamli HB-leikarin úttikin til A-landsliðið. 

- A-landsliðið merkir ótrúliga nógv fyri meg. Eg havi, eisini tá eg búði í Danmark, sæð allar dystirnar, sum eg kann, og tá eg varð úttikin var tað stórt - mamma byrjaði eisini at lippa, tá hon fekk tað at vita, og tá varð tað uppaftur størri.

Prátingarsami og fryntligi ungi maðurin sigur eisini, tað higartil hevur verið stuttligt og læruríkt at verða við A-landsliðnum, og nú skal man trakða fram og veruliga vísa seg.

Sum ungur var Hanus ein driblisterkur og málfarligur vongur. Tað var í tíðini á akademinum í FC Midtjylland, at hann varð umskúlaður til ein bakk. Nú lýsir hann seg sum ein tekniskt sterkan og skjótan bakk, ið eisini hevur defensivar dygdir.

Portalurin gjørdi videosamrøðu við Hanus Sørensen undan dystinum móti Kekkia mikukvøldið. Tá bendi nógv á, at hann slapp at vísa seg fram. Og tað gjørdi hann eisini, tí Hanus Sørensen var í byrjunaruppstillingini.

Øll samrøðan sæst á roysni.fo her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2022

36 Leygardagur 19. november 2022

Fyrsti námsfrøðingur staðið master í heilsuvísindum

Hansina Vilhelmsdóttir gjørdist hósmorgunin fyrsti námsfrøðingur at fáa prógv sum master í heilsuvísindum á Setrinum

(Mynd: Setur.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hósmorgunin stóð fyrsti námsfrøðingurin prógv sum master í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya.

Tað var Hansina Vilhelmsdóttir, ið gjørdist tann fyrsta við námsfrøðiligum prógvi at standa hesa útbúgvingina á Setrinum.

Hini, sum áður hava lokið hetta prógvið í heilsuvísindum á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði, hava verið sjúkrarøktarfrøðingar, ergo- og fysioterapeutar og sosialráðgevarar. Men nú hevur Hansina Vilhelmsdóttir, ið frammanundan stóð á námsfrøðiligari grund, so slóðað fyri, skrivar heimasíðan hjá Setrinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2022

37 Leygardagur 19. november 2022

Nancy Pelosi vil ikki halda fram sum demokratiskur leiðari í Umboðsmannatinginum

Seinastu fýra árini hevur hon verið forkvinna í Umboðsmannatinginum, meðan demokratar hava havt meirilutan, men nú demokratar hava mist meirilutan, boðar hon frá, at hon ikki ætlar at halda fram sum demokratiskur minnilutaleiðari

82 ára gamla Nancy Pelosi hevur verið forkvinna í Umboðsmannatinginum í tilsamans átta ár (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú tað er greitt, at republikanarar hava vunnið meirilutan í amerikanska Umboðsmannatinginum, boðar demokraturin Nancy Pelosi, sum seinastu árini hevur verið forkvinna í tinginum, frá, at hon ikki fer at stilla uppaftur, tá demokratar skulu velja nýggjar leiðarar síðst í hesum mánaðinum.

Heldur enn at halda fram sum leiðari fyri demokratiska minnilutanum í tinginum, er tíðin komin at lata eitt nýtt ættarlið taka yvir, sigur 82 ára gamla Pelosi.

Nancy Pelosi hevur verið limur í Umboðsmannatinginum síðan 1987, demokratiskur leiðari í Umboðsmannatinginum síðan 2003, og forkvinna í Umboðsmannatinginum í tveimum umførum – frá 2007 til 2011, og aftur síðan 2019. Hon er fyrsta og higartil einasta forkvinna, sum Umboðsmannatingið hevur havt, skrivar Reuters.

Síðst í oktober varð maður hennara, Paul Pelosi álopin í heiminum hjá parinum í San Francisco í Kalifornia. Álopsmaðurin leitaði eftir henni, men hon var ikki inni, og legði hann á mannin í staðin. Í samrøðu við CNN, sum DR endurgevur, segði Nancy Pelosi, at hetta fór at fáa týdning fyri politisku framtíð hennara.

Hóast hon fer frá sum forkvinna, ætlar hon at verða verandi í Umboðsmannatinginum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2022

38 Leygardagur 19. november 2022

Niels Áki vann gull við NJM í vektlyfting

Hann er tann fyrsti føroyski juniorlyftarin at luttaka í norðurlendskari meistarastevnu við Merkinum á bringuni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Niels Áki Mørk lyfti seg sunnudagin til einki minni enn eitt gullheiðursmerki. Hann er samstundis tann fyrsti føroyski juniorlyftarin at luttaka í norðurlendskari meistarastevnu við Merkinum á bringuni.

Sum tann einasti luttakarin í sínum vektflokki -67 kilo, ið hevði klárað úttøkuvektina, lyfti Niels Áki 95 kilo í trekk og 110 kilo í stoyt. Íalt 205 kilo.

Áður hevur hann í kapping knógvað 101 kilo í trekk og 112 kilo í stoyt, men ein lítil skaði hevur darvað venjingunum. Til venjing hava lyftini verið eitt kilo meira í hvørjari grein, tvs 102 og 113 kilo.

Í Føroyum hevur Niels Áki føroyskt met í vektflokkinum -61 kilo, har ið hann í mars í fjør lyfti íalt 182 kilo. Í -67 kilo vektflokkinum setti hann fyrr í ár met við 206 kilo íalt.

Við sínum unga aldri og lágu kropsvekt hevur Niels Áki nógvar møguleikar fyri framman. Árini at íðka og menna seg eru mong, eins og hann við tíðini eisini kann flyta seg longur upp í hægri vektflokkar.

Niels Áki er nú búsitandi í Danmark og lyftir fyri Atlas í Slagelse á Sælandi, har ið Frank Petersen, ið tekur sær av fremstu føroysku vektlyftarunum, er venjari.

Fyrr í ár lyfti Maibrit Reynheim Petersen sum fyrsti føroyingur í altjóða kapping við NM í Finnlandi. Har setti hon í upp til 71 kilo vektflokkinum føroyskt met í stoyt við 81 kilo og íalt við 181 kilo.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2022

39 Leygardagur 19. november 2022

Hákun millum heimsins bestu ungu leikarar á sínum plássi

20-ára gamli høgri vongurin er ein av fýra, ið til ber at atkvøða fyri sum besti høgri vongur í heiminum, sum er føddur í ár 2000 ella seinni. Heimasíðan Handball Planet stendur fyri atkvøðugreiðsluni, ið koyrir til 1. desember

Hákun West av Teigum skorar her í dysti móti Týsklandi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann var partur av U17-liðnum, sum vann European Open í 2019, hevur spælt U20 EM-endaspæl og í fjør beit hann seg fastan á A-landsliðið, har hann veruliga hevur gjørt vart við seg sum ein tryggur málskjútti.

Høgri vongurin úr Hoyvík hevur seinastu fimm-árini spælt í Danmark og í Skanderborg. Nú eitur liðið Skanderborg-Århus og spælir í bestu donsku deildini. Her fer Hákun West av Teigum at spæla fram til summarið 2023. Tá skiftir føroyski landsliðsleikarin til týska stórfelagið Füche Berlin.

Nú er eisini greitt, at 20-ára gamli hoyvíkingurin er í uppskoti til stórna heiður. Stóra hondbóltsheimasíðan Handball Planet kjósar hvørt ár bestu hondbóltsleikarar í heiminum, bygt á atkvøður frá millum annað fjepparum.  Millum bólkarnir eru bestu ungu leikarar á ymsu flokkunum, og Hákun West av Teigum er ein av teimum fýra, sum spæla á høgra vongi, ið eru í uppskoti.

Millum hinar er 21-ára gamli Walther Chrintz sviin. Hann er EM-gullvinnari, og spælir við júst Füche Berlin. Hinir spæla í bestu sponsku deildini. Nógv stór nøvn eru millum teir tilnenvdu til ymsu plássini. Alex Dujshebaev, Sander Sagosen, Dika Mem  og Mathias Gidesl eru millum teir, sum hava vunnið heiðurin sum besti ungi hondbóltsleikari í heiminum seinastu árini.

Til ber at atkvøða fyri Hákuni her - til ber at atkvøða til 1. desember.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2022

40 Leygardagur 19. november 2022

Ólavur avloysir Rasmus sum hjálparavenjara

30-ára gamli strandingurin, ið júst hevur lokið A-venjaraútbúgvingina, hevur seinastu tvey árini leitt næstbesta liðið hjá Víkingi til 2. pláss í 1. deild og hevur partvíst verið við í venjaratoyminum í ár. Poul N. Poulsen tekur yvir í 1. deild

Ólavur Mikkelsen er ein teimum ungu venjarunum í Føroyum, ið hevur staðið seg væl. Nú skal hann samstarva uppaftur meira við Jóhan Petur Poulsen - Poul N. Poulsen tekur yvir í 1. deild (Mynd: vikingur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ólavur Mikkelsen verður nú hjálparvenjari hjá Jóhan Peturi Poulsen hjá Betri monnum. Hesum boðar Víkingur frá.

Talan er als ikki um eitt ókent navn í føroyskum fótbólti. Ólavur spældi júst 100 dystir í Betrideildini fyri barndómsfelagið Skála, og hartarbeiðandi miðvallarin hevur eisini 18 steypadystir og yvir 100 dystir í 1. deild á sínum CV.

Sum ungur venjari hevur strandingurin staðið seg heilt væl. Í 2020 leiddi hann næstbesta liðið hjá Skála til gull í 2. deild - tað gjørdist tó ikki talan um uppflyting, tí besta liðið ta árið futti niður úr Betrideildini. Síðani gjørdist Sarpugerði heimavøllur hjá Ólavi, og bæði í 2021 og 2022 leiddi hann næstbesta lið felagsins til 2. pláss í 1. deild - í ár við 55 stigum, ið var bert eitt stig færri enn gullvinnarin ÍF, og við 81 skoraðum málum.

Síðani síðsta summar hevur nú 30-ára gamli Ólavur Mikkelsen tikið A-skeiðið, og fekk hann fyri stuttum A-venjaraprógv.  Umframt at vera venjari hjá 1. deild monnum, so hevur Ólavur eisini verið ein av høvuðsungdómsvenjarunum í Víkingi, og var hann eisini við til evropeisku útidystirnar og til steypafinaluna.

Tvøramaðurin Rasmus Nolsøe hevur verið hjálparvenjari hjá Jóhan Peturi Poulsen í ár, og tað er hann, sum Ólavur Mikkelsen avloysir.

- Víkingur vil takka Rasmusi fyri tað stóra arbeiðið hann hevur gjørt sum hjálparvenjari, og vit ynskja honum alt tað besta framyvir, skrivar Víkingur á Facebook-síðu sínari, og tað var eisini har, at felagið fyri løtu síðani boðaði frá, hvør kemur at avloysa Ólav Mikkelsen sum 1. deildarvenjari í 2023.

[object Object]
Rasmus Nolsøe, ið eisini hevur verið hjálparvenjari hjá Heimiri Guðjónssyni, hevur seinasta árið verið hjálparvenjari hjá Jóhan Petur Poulsen 

[object Object]
Brandur Jacobsen saman við nýggja 1. deildarvenjaranum í felagnum, Poul N. Poulsen (Myndir: vikingur.fo)

- Poul er vágbingur, men er búsitandi á Skála, har hann eisini hevur verið venjari í fleiri ár, tó hevur hann seinast verið venjari hjá Betri kvinnum hjá NSÍ. Poul hevur UEFA B-licens, sum er næsthægsta venjaraútbúgving, ein kann taka í Føroyum.

36-ára gamli Poul N. Poulsen spældi beint yvir 200 dystir á hægsta støði í Føroyum, og sum venjari hjá NSÍ-kvinnunum seinastu árini hevur úrslitið verið tvey silvurheiðursmerki í Betrideildini og eitt steypagull. Nú skal hann royna at flyta ungu víkingarnar víðari.

Tøl: Farosoccer

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2022

41 Leygardagur 19. november 2022

Lava og fleiri ungir lokalir mans halda fram

Víkingur hevur í vikuni kunngjørt fleiri sáttmálar: Landsliðsmálverjin úr Leirvík, Bárður á Reynatrøð, og fjølbroytti fasti Arnbjørn Svensson úr Syðrugøtu eru millum teir, ið hava longt. Ein 19-ára gamal miðvallari hevur eisini skrivað undir við Víking fyri fyrstu ferð

Andreas Lava Olsen hevur spælt næstan 300 ferðir við Víkingi. og leirvíkingurin hevur verið við til at vinna seks steyp og aðrar stórar løtur fyri felagið - hann tekur eitt ár afturat (Mynd: vikingur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Víkingur hevur kunngjørt broytingar í venjarasamansetingini: Strandingurin Ólavur Mikkelsen fer eftir tvey ár og tvey silvurheiðursmerki sum 1. deildarvenjari at vera hjálpavenjari hjá Jóhan Peturi Poulsen - Rasmusi Nolsøe gevst í felagnum.

Inn kemur vágbingurin Poul N. Poulsen. Hann hevur tvey tey seinastu árini staðið á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá NSÍ og vann í fjør steypakappingina. Nú skal hann venja næstbesta liðið hjá Víkingi.

Seinastu dagarnar hevur Víkingur eisini kunngjørt Poul Kallsberg, ið skiftir frá Skála, fyrr í vikuni at ársins ungi leikari og landliðsleikarin Noah Mneney hevur longt sáttmálan við felagið, og síðani at nógvir lokalir leikarar halda fram. 

Talan er um tríggjar leirvíkingar: 35-ára gamla sterka áleyparan Andreas Lava Olsen, ið hevur umboðað Víking tað mesta av tíðini síðani stovnanina, stinna unga málverjan Bárð á Reynatrøð, sum í morgin fer við A-landsliðnum á fyrsta sinni, og 21-ára gamla vinstrabeinta Inga Jonhardsson, ið hevur nógva ferð og sum kann spæla á bakkinum og á vonginum.

[object Object]
Ingi Jonhardsson hevur undriskrivað sáttmála fyri 2023 (Mynd: vikingur.fo)

[object Object]
Arnbjørn Svensson - her sum høgri vongur í Conference League-dysti á Tórsvølli (Mynd: Bjarni Enghamar)

Ein annar, sum í steypafinaluni aftur veruliga vísti, at hann kann spæla fleiri pláss væl, er Arnbjørn Svensson. 23-ára gamli tekniskt gávaði leikarin úr Syðrugøtu er upprunaliga sentralur miðvallari, men hevur eisini spælt nógvar góðar dystir á hægsta stigi sum høgri vongur, og er møguliga ein framtíðar miðverji - í finalusigrinum á KÍ fyri tveimum vikum síðani spældi hann væl undir liðuni á Gunnari Vatnhamar, og málið varð hildið roynt. Hann hevur eins og málverjin, Bárður á Reynatrøð, skrivað nýggjan tvey-ára sáttmála við barndómsfelagið.

Greitt er eisini, at gøtumaðurin Páll Eirik Djurhuus hevur skrivað undir sín fyrsta sáttmála við Víking

- Páll Eirik, sum er 19 ára gamal, er sonur Víkinga legenduna Hans Jørgen Djurhuus og Hjørdis Gregersen. Hann er ein av mongu ungu leikarunum hjá okkum, sum hava mannað 1. deildarliðið hjá okkum, sum vunnu silvur í 2022. Páll Eirik er miðvallari, og er kropsliga væl fyri, við nógvari renniorku.

Soleiðis skrivar Víkingur um leikaran, ið man í felagnum gleðir seg at síggja meira til. Páll Eirik hevur spælt 42 dystir í 1. deild hjá monnum og kom fyrr í ár inn í dysti móti Undrinum í kappingini um Løgmanssteypinum

[object Object]Páll Eirik Djurhuus saman við Brandi Jacobsen, formanni felagsins, eftir at fyrsti sáttmálin hjá unda manninum er undirskrivaður (Mynd: vikingur.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2022

42 Leygardagur 19. november 2022

Havnar Svimjifelag vann Føroyameistarakappingina á stuttgeil

Havnar Svimjifelag vann 20 gullheiðursmerki farna vikuskifti, meðan Susvim og Ægir vunnu 12 í part

 
SkrivaÐ:

Innsent

Havnar Svimjifelag: 11. – 13. november var FM í svimjing – og enn einaferð vann HS við 20 gullheiðursmerkjum. Tað er kanska ikki so løgið, tí HS er nógv tað størsta felagið í Føroyum.

Susvim og Ægir smæddust ikki burtur við 12 gullheiðursmerkjum í part. Samanlagt – um vit telja JM-kappingarnar við, var Havnar svimjifelag eisini fremst við 36 gullheiðursmerkjum.

HS betraði 4 føroysk met – tey áttu øll metini áðrenn.

Vár E. Eidesgaard í 400 frí við tíðini 4,14,09 – sum gevur heili 780 FINA-stig (Hægst stigatal til FM)

Í øllum mix-kappingunum eydnaðist tað Vár, Bartali, Eyðrið og Isak at betra munandi um føroysku metini:

Fríggjakvøldið tóku tey 4x50m Frí Mix við tíðini 1:42.33 (gl. 1:43.41)

Leygarkvøldið 4x100m Blandaò Mix við tíðini 4:05.36 (gl. 4:13.09)

Sunnukvøldið 4x100m Frí Mix við tíðini 3:45.58 (gl. 3:50.92).

Annars var hetta sum heild ein væl avgreidd kapping. 14 svimjarar svumu undir kravtíðir til NM/NJM, sum verður 9. – 11. desember, í Bergen. Her eigur HS 5 svimjarar: Vár E. Eidesgaard, Eyðrið Mortensen, Bartal E. Eidesgaard, Elisabeth Erlendsdóttir og Isak Brisenfeldt.

Vár hevur eisini klárað undir kravtíðir til HM í Melbourne, 13.-18. desember 2022.

Ársins stjørnuskot hjá HS – Elisabeth Erlendsdóttir fekk tíverri komið heim, tí FM varð flutt eina viku. Hon venur og gongur í skúla í USA í eitt ár.

Fýra ungir svimjarar fingu bronsunál við stjørnu: Oddvá Sedea Nattestad (2006), Sjóhanna Katrina Jacobsen (2008) Silas Dam Lindberg (2008) og Oddvaldur Leivsson (2008). Harafturat fekk Snorri F. Mortensen (2005) silvurnálatíð – nálina fær hann til næstu kapping.

Á hvørjum ári fáa tveir svimjarar steyp fyri hægt FINA-stig. Í ár vóru Vár og Bartal E. Eidesgaard, sum fingu steyp.

Vár fekk 780 stig, sum er 105 stig meir enn næsta kvinnan á listanum. Bartal fekk 684 stig.

Luttakarar hjá Havnar Svimjifelag til FM vóru: Vár E. Eidesgaard (2001), Bartal E. Eidesgaard (2003) Eyðrið Mortensen (2003), Jónas Schiller (2003) Ronja Ró í Dímun (2004), Bjørg Ólavsdóttir (2004) Jóhanna H. Eidesgaard (2004) Villiam Marius Samuelsen (2005), Snorri F. Mortensen (2005), Markus B. Dahl (2005) Kristina í Skála (2005) Oddvá Sedea Nattestad (2006) Áki Eliassen (2006) Isak Brisenfeldt (2006) Dortea Dam (2007) Ninna Johanna Kass (2007) Jóhanna Katrina Jacobsen (2007) Silas Dam Lindberg (2008) Oddvaldur Leivsson (2008), Ólavur Winther Jákupsson (2008) Símun Sámal Joensen (2009) Andrass Thomsen (1982) Heini Hentze (2001) Sakaris A. Sakarisson (2001) Hans Jákup Juul (2001)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2022

43 Leygardagur 19. november 2022

Vár tók sítt egna met í 400 metra frísvimjing

Tað gjørdi hon seinnapartin á FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil

(Mynd: Erling Eidesgaard)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti síðsta vikuskiftið nýtt føroyskt met í 400 metra frísvimjing.

Tað gjørdi hon á FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2022, sum var í Svimjihøllini í Gundadali, skrivar Svimjisambandið á heimasíðuni.

Vár svam seg til tíðina 4:14.09 og 780 FINA stig í hesi grein. 

Hon átti sjálv tað nú farna metið á 4:14.59, frá tá ið hon vann silvur á Norðurlendsk Meistarastevnuni í Tórshavn í 2019. 

Sí úrslitalistan her á livetiming.se

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2022

44 Leygardagur 19. november 2022

Stórtelvari settur sum føroyskur landsliðsvenjari

Bosniarin Ivan Sokolov, sum leiddi Usbekistan til OL-sigur í summar, verður venjari hjá føroyska talvlandsliðnum

Ivan Sokolov
SkrivaÐ:

Innsent

Talvsamband Føroya hevur gjørt kvetti.

Sáttmáli er gjørdur við eitt hitt størsta venjaranavnið í talvheiminum, Ivan Sokolov, sum nú verður knýttur at føroyska landsliðnum.

Ivan Sokolov leiddi í summar Usbekistan til sigurs á talvolympiaduni í India. Usbekiski OL-sigurin kom sum ein bumba, og er størsta sensasjónin í olympiskari talvsøgu.

Sokolov hevur frammanundan verið venjari hjá øðrum talvlandsliðum, eitt nú hjá Sameindu Arabisku Emirríkjum og Iran. Sum iranskur landsvenjari hevði hann undir hond undurbarnið Alireza Firouzja, ið nú telist millum heimsins fremstu telvarar.

Byrja í desember

Sum skilst verða fyrstu venjingarnar longu nú í desember. Tær verða ætlandi umvegis Teams; føroysku telvararnir sita í Føroyum, og venjarin er staddur í útlondum. Gongst sum ætlað, kemur venjarin eisini til Føroyar at hava venjingar saman við føroysku telvarunum, hetta verður helst í summar.

Uppleggið er, at seks telvarar verða í landsliðstoyminum, sum Ivan Sokolov fer at venja. Hesir eru Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Martin Poulsen, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen.

Hetta eru fremstu fýra telvararnir í landinum umframt sterkastu tveir unglingarnir.

[object Object]
Her sæst Ivan Sokolov eygleiða telvararnar hjá Usbekistan í dysti á olympiaduni í India í summar.

Stórtelvari

Ivan Sokolov er 54 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin í Sarajevo í Bosnia-Herzegovina, men eftir at borgarakríggið brast á í 1992, búsettist hann í Niðurlondum, seinni fekk hann niðulendskan ríkisborgararætt, og hevur búleikast har nú í fleiri ár.

Ivan gjørdist stórmeistari 20 ára gamal í 1988, sama ár, sum hann gjørdist meistari í Jugoslavia. Hann var heilt frammarlaga sum telvari í 90-árunum, nakrar ferðir var hann í topp 15 í heiminum. Á sumri 1992 var hann nummar 12 í heiminum.

Hann var við til at vinna OL-silvur við Bosnia-Herzegovina í 1994, og EM-gull við Niðurlondum í 2005. Í einstaklingstelving hevur hann vunnið flest allar av fremstu samtíðartelvarum sínum, eitt nú heimsmeistaran Garri Kasparov. 

Styrkital Ivans hevur ligið omanfyri 2700, men er nú dragnað niður á umleið 2600. Hann telvar lítið longur, men arbeiðir meira sum talvvenjari og talvhøvundur.

Hjartalag fyri Føroyum

At Ivan Sokolov hevur eftirlíkað at venja telvararnar á føroyska landsliðnum, kemst ivaleyst av søguliga tilknýti hansara til Føroyar.

Longu í 1992 fekk Talvsamband Føroya avtalu við hann og landsmannin Predrag Nikolic um at koma til Føroyar at leggja føroyskum telvarum lag á. Høvuðsstigtakari var Jákup Mikkelsen, liðleiðari hjá Føroyum á talvolympiaduni í Manila í juni 1992.

Kríggj var brostið á í heimlandinum, Jugoslavia, og hugsingur var ikki um at fara heim aftur til Sarajevo í Bosnia-Herzegovina. 

Tann framskygdi Jákup Mikkelsen, ið seinni sum formaður í Talvsambandinum saman við Rana Nolsøe tók stig til fyrstu stóru altjóða talvkappingarnar í Føroyum árini fyri aldamótið, bar skjótt í bandi, soleiðis at hesir báðir flóttamenninir, ið tá vóru millum fremstu fimtan telvarar í heiminum, komu til Føroyar um miðjan juli sama ár.

32 ára gamli Nikolic fekk tilhald í Klaksvík, og 24 ára gamli Sokolov gjørdist venjari hjá Havnar Telvingarfelag.

Hetta átak var sera gagnligt – næstan eitt frambrot – fyri føroyska telving. Nikolic og Sokolov vitjaðu javnan aftur í Føroyum øll 90-árini. Fyri fleirfalda FM-vinnaran Heina Olsen hevði Nikolic sera stóran týdning. 

Sokolov varnaðist brátt evnini hjá tveimum smádreingjum í Havnar Telvingarfelag. Hesir vóru Martin Poulsen og Olaf Berg. Hann segði í 1992 bart út, at við kønari hond áttu hesir at kunnað komið heilt langt.

Minni úr Føroyum

Ivan hevur í bók síni, “Ivan´s chess journey” (2016), sum partvíst kann lesast sum endurminningar úr hansara spennandi lívi, ikki gloymt summarið 1992 í Føroyum – fyri tretivu árum síðani.

Haðani hava vit hetta brot um “the summer of 92”:

"I started to talk with the Faroe Islands Chess Federation to spend the summer there as a coach. The technicalities were finalized and I was able to spend the summer in Tórshavn, the faroese capitol, coaching some local players. They also coached me with their natural skills – like fishing salmon. In the middle of the summer the daylight in the Faroes just like in Iceland or Greenland lastst almost 24 hours. The faroese community was small at the time. As a foreign chess player spending summer there, I was regarded almost as an attraction and was invited by the locals to their endless parties. I was 24 enjoying life to the full extent of its joy. It was a wonderful summer. Days were long and girls were blonde. Near the end of August, the time came to get back to work: tournaments."

Skrivað hevur: Súni Merkistein



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2022

45 Leygardagur 19. november 2022

Nýggj venjingarmiðstøð í Vági

Styrki Fitness læt í dag upp í Páls Høll

(Mynd: Vágs kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á middegi leygardagin læt nýggja venjingarmiðstøðin upp í Páls Høll í Vági. Heilt fitt av fólki vitjaðu, tá dyrnar lótu upp, skrivar Vágs kommuna. 

Talan er um eina nýggja, lokala fyritøku við navninum “Styrki Fitness”, sum verður rikin av Sigurð Marner Simonsen, Hjørdis R. Simonsen, Anitu R. Nysted og Johannes Nysted. Venjingarmiðstøðin heldur til at fyrstu hædd í Páls Høll. 

Hølið er 240 m2 og øll venjingarútgerðin er nýggj. Umframt venjingarhølið, so deilir Styrki Fitness umklæðingarhølir við Páls Høll.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2022

46 Leygardagur 19. november 2022

Hondbóltssambandið sett Hans Jón Thomsen sum stjóra

Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemið skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum

(Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya.

Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemið skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Starvsnevndin hjá HSF viðmerkir, at fakligu førleikarnir og royndirnar hjá Hans Jón hóska væl til tann starvsprofil, sum HSF hevur ynskt, skrivar HSF í tíðindaskrivi.

Hans Jón Thomsen er 49 ára gamal og ættaður av Tvøroyri, men búsitandi í Havn. Hann hevur verið skúlastjóri í Hoyvíkar skúla seinastu sjey árini.

Hans Jón byrjar í starvinum 1. januar 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2022

47 Leygardagur 19. november 2022

Súsanna vann á Hannu

Súsanna Sólrunardóttir Ludvig og Hanna Iansdóttir Biskupstø spældu sunnudagin hvør síni megin netið

Hanna Iansdóttir Biskupstø til vinstru
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyrrverandi liðfelagarnir hjá føroysku meistarunum hjá kvinnum, Fleyr, og liðfelagarnir á føroyska flogbóltskvinnulandsliðnum hittust sunnudagin í Ikast, men hesuferð hvør síni megin netið.

Ikast KFUM tók ímóti meistarunum úr Brøndby í Ikast sunnudagin. Á liðnum hjá Brøndby spælir Súsanna Sólrunardóttir Ludvig miðja og á liðnum hjá Ikast spælir Hanna Iansdóttir Biskupstø hevari.

Undan dystinum lá Ikast nr. 5 og Brøndby nr. 6 í donsku elitudeildini fyri kvinnur, men aftaná dystin skiftu liðini pláss, tí Brøndby við Súsannu vann ein tepran 3-2 sigur á Ikast við Hannu.

Brøndby kom á odda 2-0 í settum, áðrenn Ikast svaraði aftur og vann 3. og 4. settið. Brøndby vann so javnbrótaran og dystin.

Talan var sum tættan dyst við settúrslitunum: 27-29, 13-25, 25-17, 26-19 og 13-15.

Hanna Iansdóttir Biskupstø spældi enn ein sera góðan dyst sum hevari fyri Ikast. 

Í allari donsku kappingini liggurSúsanna Sólrunardóttir Ludvig annars sum 3. besti servari við 11 servess'um.

Bæði Hanna og Súsanna spæla aftur 26. november. Hanna og Ikast ímóti DHV Odense, og Súsanna og Brøndby ímóti Lyngby-Gladsaxe volley.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2022

48 Leygardagur 19. november 2022

Nú eru fyrstu føroysku dómararnir VAR góðkendir

Tað er ikki óhugsandi, at tað í næstum vera boð eftir Kára á Høvdanum ella Jóhan Hendriki Ellefsen til altjóða dystir, har VAR verður brúkt. Sum nú er skal samstarv við skandinavisk lond til, men dómaraleiðarin hjá FSF staðfestir, at tíðin kemur at vísa, um, ella nær, VAR verður tikið í nýtslu í Føroyum.

Jóhan Hendrik Ellefsen og Kári á Høvdanum kunnu nú umboða Føroyar sum VAR dómarar. Vágamaðurin og gøtumaðurin hava verið millum teir, sum í seinnu hálvu í ár, hava tikið skeið í Danmark (Mynd: fsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Um vit ikki fylgja gongdini í altjóða fótbólti, og tí menning, sum alla tíðina fer fram, er skjótt, at vit verða eftirbátar. Hetta er eisini galdandi í samband við VAR, hóast tað ikki verður brúkt her heima enn, sigur Lassin Isaksen við heimasíðuna hjá FSF, har hann leggur afturat, at tíðin kemur at vísa, um, ella nær, vit fara at taka VAR í nýtslu í Føroyum.

Dómaraleiðarin hjá FSF úttalar seg í samband við, at føroysk dómarasøga er skrivað: Kári Jóannesarson á Høvdanum og Jóhan Hendrik Ellefsen eru nú góðkendir VAR dómarar.

Báðir hava nógv ár á baki við døming á hægsta stigi í Føroyum, og Kári á Høvdanum er FIFA-dómari. Í seinnu hálvu av hesum árinum hava føroyskir dómarar luttikið á VAR skeiðum hjá danska fótbóltssambandinum, DBU. Skeiðið er bygt á fýra meginreglur, har VAR kann leggja uppí og gera rættingar. Tað eru støður, har talan er um mál ella ikki mál, brotsspark ella ikki brotsspark, beinleiðis reytt kort, og skeivur spælari fær gult ella reytt kort, skrivar FSF.

Nú hava Kári á Høvdanum og Jóhan Hendrik Ellefsen hava nú staðið royndina, og kunnu, tekniskt sæð, vera VAR dómarar, har hendan tøkni verður brúkt. Á skeiðnum fingu teir millum annað ástøðiliga undirvísing samantvinnað við simulator venjing og próvtøku, har dystir í donsku U19-kappingini vórðu brúktir.

- Hetta er sera gott fyri føroyskan fótbólt, og serliga fyri dómararnar, sum nú kunnu fáa enn fleiri altjóða uppgávur. Men til tað krevst, at teir fáa royndir at nýta VAR, og tað kann møguliga gerast í samband við samstarvið, sum vit hava við Danmark og Noreg, tá vit býta um dómarar. Føroysku dómararnir, ið hava dømt altjóða, hava staðið seg væl, so hetta er eitt stórt stig rætta vegin, sigur Lassin Isaksen 

VAR, ið er stytting fyri enska heitið “Video Assistant Referee”, verður nýtt til A-landsdystir hjá monnum, og uttanlands verður tøknin brúkt í Champions League, Europa League og Conference League, umframt í øllum teimum stóru og "minni stóru" lands- og steypakappingunum í Evropa. Útlit eru eisini fyri, at VAR fer at verða nýtt í enn fleiri kappingum í framtíðin, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2022

49 Leygardagur 19. november 2022

Øl verður ikki at fáa á leikvøllinum í Katar

Tveir dagar áðrenn HM verður boðað frá, at øl við alkoholi ikki verður at fáa á vøllunum í Katar, sum annars var ætlanin – Bert øl uttan alkohol verður at fáa

(Mynd: Visualhunt)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað skuldi eftir ætlan verið loyvt at selja øl í ávísum økjum á leikvøllunum í Katar undir HM-endaspælinum, hóast Katar er eitt land, ið hevur strangar avmarkingar hesum viðvíkjandi, men so verður kortini ikki.

Í dag, tveir dagar áðrenn HM-endaspælið fer av bakastokki, boða altjóða fótbóltssamgongan, Fifa og Katar frá, at øl ikki verður at fáa á fótbóltsvøllunum – í øllum førum ikki øl við alkohol í.

Alkoholfrí øl verður framvegis at fáa á teimum átta leikvøllunum, sum verða karmur um endaspælið, ið byrjar við dystinum millum Katar og Ekvador sunnudagin og endar við finaluni 18. desember.

Sambært JyllandsPosten verður ikki greitt frá, hví avgerð rbádliga er tikin um ikki at selja alkohol.

Alkohol fæst tó framvegis til keyps á øðrum støðum, ið eru ætlað fótbóltsfjepparum undir HM, skrivar BBC.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2022

50 Leygardagur 19. november 2022

Karl sjarmerar við føroyskari vøgguvísu

Sandavágsingurin í Ex on the Beach er væl umtóktur millum konufólkini

(Mynd: Discovery+)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrstu partarnir av Ex on the Beach gjørdust tøkir a Discovery+ sunnudagin, og millum byrjunarluttakararnar er 22 ára gamli Karl Weihe úr Sandavági.

Hann ger um seg longu í fyrstu partunum hóast kappingin við kendu realitystjørnuna Oliver Erngart er hørð.

Karl er væl umtóktur hjá mótsætta kyninum. Hann sjarmerar seg millum annað inn á tær við varrastift ella “lip gloss”. Annað kvøldið í summarhúsinum í Grikkalandi kyssir hann ikki færri enn tvey hugtikin sprund.

Tað eru kortini ikki hesar báðar, sum Karl Weihe vil hava. Nei, serliga er tað Julica, sum hann hevur eitt gott eygað á. Kapping er við Oliver Erngart um Julicu, men tað eydnast framliga sandavágsinginum at sova fyrstu náttina saman við Yulicu, og hon fær veruliga ein uppliving.

Tí tá tey leggja seg, trívir Karl Weihe í eina vøgguvísu. Ella tað er kanska í so nógv sagt, men í øllum førum nevnir hann nøkur føroysk orð um, at hárið hjá henni luktar væl, og at hon er “forferdiliga” vøkur.

Í Ex on the Beach er eingin vinnari, eins og í nógvum øðrum realitysendingum. Fleiri av luttakarunum, sum savnast í einum stórum summarhúsi í nakrar vikur, eru fyrrverandi unnustar ella ástarvinir.

Tveir nýggir partar koma út á Discovery+ hvønn sunnumorgun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2022