Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 26. november 2022 | Nr. 48 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Beinir hevur fótað Fólkaflokkinum aftur

SíÐa 2

1 Leygardagur 26. november 2022

Góðan lesihug og gott vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Eitt vala bjargingararbeiði

Sigast má, at tað er eitt vala bjargingararbeiði, sum Fólkaflokkurin hevur megnað at sjósett her í teimum seinastu vikunum undan løgtingsvalinum.

Flokkurin sá út til at vera í skeljasori, tá formaðurin kastaði frá sær, og valdi at gevast í politikki – ein avgerð hann tók dagin eftir, at løgmaður hevði útskrivað løgtingsval.

Ein púra óhoyrd støða hjá einum flokki at standa í – uttan formann í valstríði.

Vit vóru eisini nógv, sum spáddu, at hetta fór at vera galin endi, og at tað ikki fór at eydnast flokkinum at koma fyri seg aftur – í hvussu so er ikki áðrenn løgtingsvalið 8. desember.

Men okkurt bendir á, at nýggi ungi formaðurin og hansara hjálparar hava megnað tað, ið øll onnur hildu vera ómøguligt.

Ikki tí – flokkurin gongur aftur sambært nýggjastu veljarakanningini, sum verður kunngjørd her í blaðnum í dag.

Síðan Fólkaflokkurin rendi seg í eina álvarsliga kreppu undan jólum fyri knøppum ári síðani, sum eisini endaði við formansskifti, hevur flokkurin støðugt ligið til at missa minst tveir tinglimir, stundum tríggjar.

Vánaliga gongdin hjá flokkinum varð eisini staðfest á fólkatingsvalinum, har undirtøkan var so sløk, at tásitandi formaður brúkti hana sum orsøk til, at leggja frá sær og gevast politikki.

Í dag sær øðrvísi út – tað vil siga, ikki so galið kortini fyri Fólkaflokkin, sum er komin uppaftur á minst tað støðið, sum hann hevði undan fólkatingsvalinum.

Í oddagrein fyri bert viku síðani spáddu vit á hesum stað, at Fólkaflokkurin saman við Tjóðveldi fóru at gerast taparar á løgtingsvalinum, tí hesir flokkarnir høvdu rent seg inn í trupulleikar, sum tyktust fóru at skaða hesar flokkarnar.

Í dag er støðan tann, at tað eru júst hesir flokkar, sum ganga fram. Og sum standa sum vinnarar í nýggjastu veljarakanningini. Nógv er hent hesa triðsíðstu vikuna undan løgtingsvalinum. Og tað prógvar bara, at hart arbeiði í valstríðnum kann løna seg, tí tað eru nógvar atkvøður at heinta og flyta.

Hvat støðan er um 12 dagar, tá krossurin skal setast, er tað tíbetur ongin, ið veit.

Men sannlíkindini fyri, at úrslitið á valinum 8 desember 2022 verður nøkulunda tað sama, sum á løgtingsvalinum 1. september 2015 er avgjørt til staðar. Og harvið eisini sannlíkindini fyri, at talan verður um eitt ‘swap’ – altso, at núvarandi andstøða aftur kemur til valdið í Tinganesi, og verandi samgonguflokkar verða sendir í andstøðu, út í fýra ára tómgongd uttan stórvegis ávirkan á førda politikkin.

So kunnu vinnararnir av valinum skrúva tíðina eitt valskeið aftur, og halda fram, har tey sleptu seinast.

Tað halda óivað fleiri vera gott. Men. Tað er leiðiligt. Tað ger ikki politikk spennandi, um úrslitið hvørjaferð bert er annað av tveimum møguligum.

Spennandi hevði verið við nýggjum samansetingum, konstellasjónum, tvørtur um núverandi miðjuna í føroyskum politikki, sum kanska ikki hava verið royndar í nýggjari tíð. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 7820

    Lisnar síður: 24855

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 26. november 2022

Beinir hevur fótað Fólkaflokkinum aftur

Hóast afturgongd í mun til seinasta val, so hevur Fólkaflokkurin fótað sær, og er nú aftur størsti borgarligi flokkur sambært nýggjari Spyr.fo-kanning

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er veruligur spenningur komin í, nú valstríðið undan løgtingsvalinum er farið inn í næstsíðstu vikuna.

Í hvussu so er, um hugt verður eftir nýggjastu veljarakanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri BlaðiðVikuskifti. 800 fólk vóru hóskvøldið spurd um hvat tey fóru at velja.

Tað óvæntaða í hesi kanningini er úrslitið fyri Fólkaflokkin.

So seint sum í síðstu viku gjørdi Spyr.fo eina líknandi kanning fyri Kringvarpið. Tá stóð ikki væl til hjá Fólkaflokkinum. Undirtøkan var komin heilt niður móti 12 prosentum, og tað gav ikki fleiri enn fýra sessir á tingi – altso, kanningin spáddi Fólkaflokkin at tódna niður í eina helvt.

Úr 4 upp í 7
Men hóskvøldið – 10 dagar eftir kanningina hjá Kringvarpinum – vóru 800 veljarar aftur spurdir um hvussu tey ætlaðu sær at velja.

Og nú er Fólkaflokkurin uppi aftur á sjey tingsessum og 19,2 prosentum av atkvøðunum.

Gamaní stendur Fólkaflokkurin framvegis til eina rættiliga stóra afturgongd upp á 5,4 prosentstig í mun til góða valið í 2019 og eina afturgongd í tingfólkatali úr 8 niður á 7. Men tann afturgongdin er langt frá teimum dómadagsspádómum, sum vórðu sagdir um Fólkaflokkin, tá formaðurin og aðrir framstandandi politikarar trektu seg aftur og onnur flýddu yvir í aðrar flokkar.

Síðan hevur nýggi formaðurin víst á, at fólk veruliga hava savnað seg um flokkin, og okkurt bendir nú á í veljarakanningini, at so er.

Mist 11 prosentstig síðan fólkatingsvalið
Sambandsflokkurin stendur eisini til afturgongd í nýggju kanningini. Minus 1,5 prosentstig í mun til seinasta val, og eisini ein munandi afturgongd til seinastu Spyr.fo-kanning fyri Blaðið, so at flokkurin nú stendur til at fáa seks fólk á ting, eitt færri enn í løtuni.

Hyggja vit eftir valúrslitinum frá fólkatingsvalinum, tá Sambandsflokkurin gjørdist størstur við 30,2 prosentum, so peikar veljarakanningin um eina ógvusliga afturgongd upp á heili 11 prosentstig. Á fólkatingsvalinum fekk toppskorarin hjá Sambandsflokkinum, Anna Falkenberg 10,9 prosent av øllum atkvøðunum. Okkurt bendir á, at flokkurin ikki hevur megnað at varðveita ta undirtøkuna, sum valdi fólkatingslimurin einsamøll megnaði at skaffa flokkinum.

Miðflokkurin varðveitir síni tvey tingfólk hóast eina lítla framgongd, sum tó ikki var nóg mikið til at útloysa triðja tinglimin, sum flokkurin onkuntíð hevur staðið til í veljarakanningunum í seinastuni.

Við 15 atkvøðum tilsamans eru núverandi samgonguflokkarnir harvið langt frá at fáa undirtøku til at skipa landsstýri eftir valið.

Sigur til andstøðuna
Besta valið stendur Javnaðarflokkurin at fáa, hóast undirtøkan ikki er eins góð, og hon onkuntíð fyrr hevur verið í veljarakanningum. Nakað meir enn fjórði hvør veljari – 25,4 prosent – fara hesaferð at atkvøða fyri lista C, og tað gevur Javnaðarflokkinum 9 fólk á tingi. Hetta er eisini ein framgongd á 3,2 prosentstig í mun til seinasta løgtingsval.

Tjóðveldi stendur til framgongd. Bæði í mun til seinastu veljarakanning og í mun til seinasta løgtingsval.

Tjóðveldið er næststørstur í veljarakanningini, fær 20,7 prosent av atkvøðunum – tað gevur 7 umboð á tingi, eitt fleiri enn nú. Framgongdin í mun til seinasta val er 2,6 prosentstig.

Framsókn stendur til at fáa 6,6 prosent av atkvøðunum. Tað er ein lutfalsliga stór framgongd á 2 prosentstig, men tó ikki nóg mikið til hvørki at fáa tann triðja sessin, ella yvirhála hin lítla flokkin, Miðflokkin.

Endiliga er tað sjálvstýri. Flokkurin fær 2,5 prosent av atkvøðunum í kanningini og ongan valdan. Tað er nakað meira enn til seinastu kanning, men framvegis ein afturgongd á 0,9 prosent stig í mun til valið í august 2019.

Harvið fær núverandi andstøðan á tingi – undanfarna samgongan – 18 umboð á tingi og nógmikið at skipa stjórn, og harvið eisini nógmikið til at varðveita tann blokkpolitikk, sum vit hava havt hesi seinastu valskeiðini.

8,9 prosent av teimum 800 spurdu í Spyr.fo-kanningini hava enn ikki tikið støðu til hvat tey fara at velja. 1,3 prossent siga seg ikki fara á val og 0,4 siga set fara at atkvøða blankt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2022

3
Leygardagur 26. november 2022

Tey flestu fara at fríggja til Aksel

Stórur meiriluti av veljarunum hjá bæði Sambandsflokkinum og Tjóðveldi ynskja at teirra flokkur fer í samgongu við Javnaðarflokkin. Hinvegin er tað ikki ein javnaðarveljari, sum peikar á Fólkaflokkin sum ein møguleika

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Verður úrslitið av løgtingsvalinum nøkulunda tað, sum dagsins veljarakanning frá Spyr.fo vísir, so er tað heilt vist, at tað verður fríggjað til Aksel V. Johannesen frá øllum síðum.

Kanningin vísir nevniliga, at Javnaðarflokkurin verður størstur samstundis sum tað eru nógv flest veljarar, ið ynskja sær formann Javnaðarfloksins til løgmann.

Tá Spyr.fo gjørdi veljarakanningina varð eisini settur ein spurningur um, hvønn flokk hin spurdi helst sá ‘sín flokk’ fara í samgongu við eftir løgtingsvalið.

Og her er Javnaðarflokkurin nógv tann best umtókti.

Hyggja vit til dømis eftir veljarunum hjá Sambandsflokkinum, sum hevur løgmann í løtuni, so eru tað heili 74 prosent – tríggir út av fýra, næstan – sum peika á Javnaðarflokkin. 24 prosent peika á Framsókn. Hetta eru báðir flokkar, sum eru í andstøðu við Sambandsflokkin í løtuni.

Tað eru bert 21 prosent av sambandsveljarunum, sum peika á núverandi samstarvsflokkin, Fólkaflokkin.

Men eisini Tjóðveldi, sum sambært kanningini verður næststørstur, vil helst í samgongu við Javnaðarflokkin. Heili 82 prosent av tjóðveldisveljarunum peika á Javnaðarflokkin og 60 prosent á Framsókn – altso tjóðveldisveljarar ynskja eina endurskapan av undanfarnu samgongu.

Her skal gerast vart við, at samlaðu prosenttølini gerast stór, tí møguleiki var at peika á fleiri flokkar.

Hyggja vit so eftir, hvat veljararnir hjá Javnaðarflokkinum halda, so er tað ikki undanfarna samgonga, sum er fyrstaval. Tí 63 prossent av javnaðarveljarunum mæla til Sambandsflokkin, meðan 39 prosent peika á Tjóðveldi og 36 á Framsókn.

Her er tað áhugavert at síggja, at ongin javnaðarveljari – null prossent – peikar á Fólkaflokkin. Altso fær floksleiðslan hjá Javnaðarflokkinum fulla undirtøku frá sínum veljarum í avgerðini at afturvísa møguleikan fyri eini samgongu saman við Javnaðarflokkinum.

Fólkafloksveljararnir eru heldur ikki so heitir fyri eini samgongu við Javnaðarflokkin, tó at tað eru 13 prosent av teimum, sum ynskja tað.

Her er tað Sambandsflokkurin, ið peikað verður á av 76 prosentum, meðan 31 prosent peika á Framsókn og eisini á Miðflokkin.

Hinvegin eru veljararnir hjá Framsókn ikki so fegnir um eitt møguligt samstarv við Fólkaflokkin, tí tað eru bert 17 prosent, sum ynskja henda møguleikan. 61 prosent ynskja í samgongu við Javnaðarflokkin, 47 við Sambandsflokkin og 42 við Tjóðveldi.

Miðflokkaveljarar vilja helst í somu samgongu, sum flokkurin annars júst hevur meldað seg út úr, tí 53 prosent peika á Fólkaflokkin og 49 á Sambandsflokkin.

At enda er tað Sjálvstýri, sum ikki stendur til at fáa umboðan á tingi. Teirra veljarar tykjast vera sinnaðir til at samstarva við allar av teimum fýra stóru flokkunum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2022

4
Leygardagur 26. november 2022

101 viðkomandi sangir frá Steintóri

Teir flestu av teimum góðu gomlu Frændur-sangunum umframt nógvir nýggir, summir ikki útgivnir, eru við í nýggjari bók hjá Steintór Rasmussen – við nótum og hugtakandi tekningum

(Mynd: Ingi Samuelsen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

“Við gittara og sangi” er heiti á eini nýggjari, snøggari bók, sum í hesum tíðum er borin út í føroysku bókabúðirnar.

Og flestu munnu nokk vera greið yvir, at her er talan um virkna rithøvundan og sangskrivaran Steintór Rasmussen, sum talan er um. “Við gittara og sangi” er jú ein av nógvum kendum strofum úr fólkakærum sangum hjá Frændum, í hesum føri fosturlandssanginum, “Føroyar”, sum annars byrjar við “Kaga upp í himmalin...”

Steintór Rasmussen hevur hesa seinastu tíðina verið  virkin við síni sangskriving, og í staðin fyri at geva út enn eina fløgu, hevur hann valt at geva sangirnar út í bók. Ikki bara teir nýggjastu sangirnar, men eitt breitt úrval av sangum, sum Steintór hevur ella hevur verið við til at skriva síðani hann byrjaði at skriva sangir í 1970’unum.

Hundrað teir bestu hjá Steintóri, kundi bókin eisini itið. Ikki heilt rætt, tí tað eru 101 sangir við í hesi bókini. Eins og í bókini við kórsatsum, sum kom út í lummaformati fyri ikki so langari tíð síðani.

Formatið kann annars ikki samanlíknast. Nýggja bókin frá Steintóri er ein størri bók, snøggari við gyltari stívari permu og vøkrum illustrasjónum, sum meistarin innan økið, Anker Eli Petersen, hevur evnað.

[object Object]
Frá eini farnari tíð. Steintór Rasmussen og Hanus G. Johansen (Savnsmynd)

Hent í veitslulagi

Løgini til allar sangirnir eru tónasett við besiffringum, sum Magni Husgaard hevur staðið fyri, so hetta verður heilt vist eitt hent amboð at hava við hondina í mongum komandi veitslulagi, tá trívast skal í “Minnist tú gildið, vit hinaverð hildu...” og aðrar góðar Frændur-sangir.

Umframt at vera eitt slag av “The best of...” er “Við gittara og sangi” eisini ein áhugaverd bók, sum lýsir ungdómsmentanina, hugburðin og huglagið hjá Steintóri og hansara ættarliði, sum verður lýst í tekstunum hjá Steintóri.

Sangirnir og frágreiðingarnar til sangirnar siga nakað um hvat gekk fyri seg ta tíðina, eitt slag av nútíðarsøguligum eygleiðingum. Umframt samfelagsviðurskifti verða eisini uttanríkispolitisk viðurskifti viðgjørd.

Umframt allar sangirnar til Frændur, og aðrar kendar sangir, sum Steintór hevur givið út sjálvur, við Kulum Rótum ella skrivað til aðrar sangarar, so eru eisini fleiri nýggir sangir við, sum ikki hava verið at hoyra á útgávu.

“Kostar ein málning” at spæla inn

Um orsøkina til ikki at fara í studio fyri at taka sangirnar upp, men ístaðin at geva teir út í bók, sigur Steintór.

- Eg eri fyrst av øllum sangskrivari, hóast mær dámar væl at frambera mínar sangir eisini. So eg havi onki ímóti, at onkur tekur onkran av hesum sangunum, fyri at geva teir út, bara spurt verður um loyvi.

- Tað er eisini ein tung prosess at taka sangir upp. Og eisini kostnaðarmikil. Hesaferð fann eg tað nógv lættari og rættari at geva tað út í bók.

Steintór kemur ikki inn á, hvat tað í hvørjum føri kostar honum í studioleigu og tónleikarasamsýningum at geva ein sang út.

- Eg vil siga tað soleiðis, at tað kostar mær tað sama, sum eg sjálvur skal geva einum av teimum góðu listamálarunum fyri ein málning. Tað sigur seg sjálvt, at sangurin skal spælast og seljast nógv, áðrenn tað er vunnið innaftur.

[object Object]Steintór Rasmussen og Eyðun Nolsøe á palli á Summerfestivalinum (Savnsmynd)

Smáar fyndugar søgur

Til hvønn sang hevur Steintór skrivað ein stuttan tekst, eina fynduga søgu, ella anekdotu, sum snýr seg um sangin ella hvussu hann er vorðin til.

Nakað, ið ein kann ímynda sær, at sangskrivarin sigur til framførslur fyri slíkasum at presentera sangir. Hetta við at presentera sangir sínar, eru tað jú heilt nógvir føroyskir sangskrivarar, sum ikki duga. Hesir kunnu læra eitt sindur við at lesa hesar smáu anekdoturnar hjá Steintóri.

Fyri at geva nøkur dømi frá kendum sangum:

Tit vóru mær nær: Skrivaður í eini tíð, tá alt rúsdrekka so ella so varð innflutt til Føroya. Tann, ið átti brennivín, átti eisini vinir. Men sokallaði kassamentaliteturin broyttist spakuliga í 1980, tá føroyingar sjálvir fóru at bryggja sterkt øl og aftur í 1992, tá í Rúsdrekkasøla Landsins gjørdist veruleiki (Brennivínsvinir, 1979)

Eg vil elska, eg vil liva: Hugurin at elska og liva er størri enn óttin fyri kríggi og oyðilegging. Friðarrørslan hevði fingið vind í seglini. Eg var 23 ára gamal. Vildi ikki hava nakra byrsu hangandi um herðarnar. Nógv heldur eina vakra gittarreim og møta heiminum við opnum sinni (Lívsmynd, 1983)

Sakni ein eg elski: Tað var ein vakran vetrardag í einum leigukamari í Doktor Jacobsens gøtu í Havn, at Eyðun spældi sorgblíða lagið fyri mær. Vit vóru í somu støðu og føldu tí við hvørjum øðrum. Allur longsulin og saknurin. Men hví fer hon av landinum og letur teg standa eftir sum eitt einsamalt nakið træ í myrkrinum? Úti flykraði og orðini komu dalandi av himli (Hvítar flykrur, 1985)

Á mínum kovboyjakka: Tá Klaksvíkar kommuna í 1988 fylti 80 ár varð skipað fyri sangkapping. Øll vóru vælkomin at senda inn yrkingar og løg. Sjálvur hugsaði eg eisini at koma við einum boði. Spurningurin um Heimstaðið hevði staðið seg millum innkomnu uppskotini verður ongantíð svaraður. Sangurin varð skrivaður fáar vikur eftir, at kappingin var lokað (Heimstaðið, 1988)

Ein sangur er millum teir 101 sangirnar, sum Steintór ikki hevur skrivað orð ella lag til. Tað er aldargamla svenska vísan “Lille Vakre Anna”, sum norðmaðurin Alf Prøysen gjørdi kendan í fimmtiárunum.

- Sangurin er so mikið gamal, at eg ikki komið í stríð við nakran upphavsrætt við at taka mína versjón av sanginum við í bókina. Eg eri glaður fyri týðingina, sum eg gjørdi av sanginum í fjør, sigur Steintór.

Millum teir nýggju sangirnar eru teir av útgávuni “Eftir Klaksvíksvegnum”, sum Steintór gav út í fjør, og eisini nakrar, sum vóru við á plátuni hjá Halli Joensen í fjør. Eisini nakrir, sum aðrir sangarar hava sungið og givið út.

Ein teirra kom her fyri, nevniliga heilsanin til Svínoynna, “Tíð at liva”.

Seinasta ynski Sjúrðar

Ein sermerkt søga knýtir seg til henda sangin. Virkisfúsi svínoyingurin Sjúrður Jacobsen vendi sær í summar til Steintór, vísti Steintóri á ein amerikanskan sang, og spurdi um Steintór ikki kundi skriva okkurt í líknandi stíli, sum skuldi snúgva seg um Svínoynna.

Sjúrður var tá raktur av krabbasjúku, og tað var týðuligt at tað var eitt ynski frá Sjúrði at fáa hetta avgreitt nakað skjótt. Meðan Steintór í tonkunum arbeiddi við at loysa hesa uppgávu, varð hann kontaktaður av sangaranum Magna Christiansen, sum hevði eitt lag, sum hann ynskti at finna ella fáa ein tekst til.

Og so var leyst og liðugt. Lagið hjá Magna varð brúkt til tekstin, sum Steintór festi niður á blað, og í farnu viku kundi sangurin “Tíð at liva” hoyrast á sosialu miðlunum.

Steintór skrivar soleiðis í frágreiðingini til sangin:

18. august skrivar Sjúrður, at sjúkan hevði vunnið á honum, og at tíðin nú var avmarkað. Dagin eftir fái eg frá Álvi beiggja mínum at vita, at Sjúrður nú var farin at siga heiminum farvæl. Men eitt av hansara seinastu ynskjum var at hoyra tann nýggja sangin framførdan. So seinnapartin møta Magni og eg upp á landssjúkrahúsinum til eina samkomu saman við familju og tøttum vinum, har sangurin verður sungin. Hesa løtuna er Sjúrður nærverandi og sera væl fyri. Tað var, sum stóðu vit øll á eini brúgv millum lívið og deyðan. Vit lurtaðu og sungu, meðan vit hugdu inn í møguleikans land. Sólin fór spakuliga niður og vit mintust vøkur summarkvøld á bygd, tá vit góvu okkum stundir at steðga á og liva (2022)

Sjúrður Jacobsen andaðist á Landssjúkrahúsinum 22. august. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2022

5

Størv

Royndur bókhaldari søkist vegna kunda

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024

Vísindastarv í tólnet (IoT) til Náttúruvísindadeildina

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Fólk til rammuverkstaðið - Atlanticpane

Meira Umsóknarfreist:

Sjúkrarøktarfrøðingur til Sjóvarlon - farloyvisstarv

Meira Umsóknarfreist: 28. apríl 2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgevingina

Meira Umsóknarfreist: 28. apríl 2024

Hevur tú royndir við C#, .Net og/ella Angular? - Vit leita eftir forritara!

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2024

Lærarar til Miðnám í Suðuroy

Meira Umsóknarfreist:

Námsfrøðingar til Barnahúsið Sellin

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2024

Landmátari/verkfrøðingur

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Í læru sum event-tøkningur

Meira Umsóknarfreist:

BYGGIFRØÐINGUR TIL KONTRAST

Meira Umsóknarfreist: 28. apríl 2024

Seniorrådgivare inom politikområdet utbildning och forskning till Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024
6
Leygardagur 26. november 2022

Fiskiveiðiavtala gjørd við Russland

Føroyar og Russland hava nú gjørt sínámillum fiskiveiðisáttmála fyri 2023. Føroysku kvoturnar av botnfiski verða 20 prosent lægri enn í 2022

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyar og Russland gjørdu í gjár sínámillum fiskiveiðisáttmála fyri 2023.

Hesum boðar Fiskimálaráðið frá.

Talan var um talgildan fund. Avtalan, sum nú er gjørd, hevur tillagingar, ið taka atlit til broytingar í fiskastovnunum. Toskakvotan í Barentshavinum fer niður við 20 prosentum í 2023, og hevur hetta við sær, at føroysku kvoturnar av botnfiski verða 20 prosent lægri enn í 2022. Føroyska rækjukvotan hækkar við 1.500 tonsum. Eisini tær russisku kvoturnar av svartkjafti, makreli og norðhavssild í føroyskum sjógvi lækka.

Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2023 verða hesar: Toskur 12.285 tons, hýsa 1.276 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons.

Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2023 verða hesar: Svartkjaftur 72.000 tons, makrelur 13.000 tons og sild 8.500, íroknað hjáveiðu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2022

7 Leygardagur 26. november 2022

Fólkið tók undir við at samráðast við russar

Meira enn helmingurin av føroyingum hildu tað vera rætt at fara í samráðingar við Russland vísir veljarakanning

(Savnsmynd: Tórik Á. Rouah)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá umboð fyri føroyska Fiskimálaráðið í gjár yvir netið samdust um um sínaámillum fiskiveiðiavtalu við Russland fyri komandi ár, var hetta ikki einans við vælsignilsi frá teimum stóru flokkunum á tingi.

Ein stórur partur av Føroya fólki helt tað eisini vera í lagi at ganga ímóti almenna evropeiska politikkinum, og fara til samráðingar við krígsførandi land.

Tá Spyr.fo hóskvøldið gjørdi veljarakanning har 800 fólk vórðu spurd, var eisini ein spurningur um samráðingarnav við Russland.

Spurningurin var soljóðandi: “Var tað røtt avgerð av løgmanni og floksforfólkunum í gjár, at fara at samráðast við Russland um fiskiveiðiavtalu?”

53 prosent svaraðu ‘ja’, 22 prosent svaraðu ‘nei’ og 25 prosent svaraðu ‘veit ikki’.

Tá hugt verður eftir, hvønn flokk tey spurdu umboðaðu, so er størst undirtøka millum fólkafloksveljarar. Her søgdu 85 prosent ja og bert 6 prosent nei. Millum sambandsveljarar søgdu 57 prosent ja og 13 prosent nei.

Javnaðarveljarar eru teir mest ivasamu. 36 prosent svaraðu ‘veit ikki’, 33 søgdu nei og 31 prosent søgdu ja.

Tað var bara millum tjóðveldisveljarar, at tað var meiriluti ímóti avgerðini, og sostatt er veljaraskarðin hjá Tjóðveldi ikki samdur við floksleiðsluni um at mæla landsstýrinum at samráðast við russar.

51 prosent av tjóðveldisveljarunum svaraðu ‘nei’, 33 prosent søgdu ‘ja’, meðan 15 prosent søgdu seg ikki vita.

Hjá Miðflokkinum, sum annars var ímóti at samráðast, søgdu 42 prossent av veljarunum ja og 31 prosent nei. Hjá Framsókn søgdu 48 prosent ja og 27 nei.

Hyggja vit eftir landafrøðiliga býtinum, so sæst týðuliga, at tað er í Norðoyggjum, at viljin var størst til at leingja Russlandsavtaluna, tí her svaraðu 68 prosent av veljarunum ja og bara 13 nei. Í høvuðsstaðnum, hinvegin var eisini meiriluti fyri, men ikki líka stórur, 45 prosent søgdu ja og 29 søgdu nei.

Kanningin sigur eisini, at tað vóru nógv fleiri menn, ið søgdu ja enn kvinnur – 63 móti 41 prosentum (kvinnurnar eru eisini meira ivandi, 33 prosent svaraðu ‘veit ikki). Tá hugt verður eftir aldursbýtinum, er ikki so stórur munur, annað enn, at tey yngru eru meira ivandi í sínum svari, og í størri mun svaraðu ‘veit ikki’. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2022

8 Leygardagur 26. november 2022

Munurin millum Aksel og Bárð minkar

Tað er framvegis Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, sum veljarin vil hava sum løgmann eftir løgtingsvalið, men munurin niður til sitandi løgmann, Bárð á Steig Nielsen, minkar

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum er framvegis best umtóktur millum veljararnar sum ein komandi løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í nýggjastu Spyr.fo-veljarakanningini, sum Blaðið Vikuskifti og Portalurin hava latið gjørt, verður eisini spurt um løgmansevni.

35,4 prosent av veljarunum halda sambært kanningini, at Aksel V. Johannesen skal vera løgmaður eftir løgtingsvalið. Hetta er væl færri enn í desember í fjør tá 43,5 prosent vildu hava formann Javnaðarfloksins sum løgmann.

Bárður á Steig Nielsen var í desember í fjør ikki serliga væl umtóktur millum veljararnar, men hevur síðani vunnið seg fram aftur. Í nýggjastu kanningini fær hann álitisváttan frá 23,3 prosentum. Í desember í fjør var sama tal 17,6 prosent.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Nummar trý og fýra á listanum eru Høgni Hoydal og Beinir Johannesen við ávikavist 12,6 prosentum og 11,6 prosentum.

800 fólk vórðu spurd í kanningini, sum varð gjørd hóskvøldið 24. november. Óvissan í hesum spurninginum er upp til 2,6 prosent.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2022

9 Leygardagur 26. november 2022

Fólkaflokkurin vil hava tryggar karmar

Valskráin hjá Fólkaflokkinum, sum hevur yvirskriftina „Áræði. Ágrýtni. Ábyrgd.“ hevur sum høvuðsmál at tryggja tryggar karmar til vinnuna og familjuna

Beinir Johannesen, sum nýliga er blivin formaður í Fólkaflokkinum, legði valskránna hjá Fólkaflokkinum fram á tíðindafundi í Smæruni í Havn hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Flestallir politiskir flokkar í Føroyum hava nú lagt sínar valskráir fram og kunngjørt valevni. Hósdagin legði Fólkaflokkurin sína valskrá fram í Smæruni í Havn. Beinir Johannesen, sum nýliga varð valdur til formann í Fólkaflokkinum, legði fram.

Umstøður hjá vinnuni
Fólkaflokkurin sigur m.a., at frælst vinnulív, serliga fiski- og alivinnan, skal hava støðugar karmar at virka undir. Víst varð m.a. til tær broytingar, ið eru gjørdar fyri fiskivinnuna undir seinasta valskeiði.

Tó eru tað ikki bara tær stóru vinnufyritøkurnar, ið skulu hava góðar karmar at virka undir. Allar stórar fyritøkur hava einaferð verið lítlar, og tí skulu smærri fyritøkur hava betri kor, enn tær hava nú, soleiðis at vit kunnu hava enn eitt bein at standa á.

Filmsvinnan verður tikin fram sum eitt dømi um eina vinnugrein, ið hevur møguleika at menna seg størri og kann geva nýggjar møguleikar. Hon marknaðarførir Føroyar, og tað kann eggja til vøkstur í ferðavinnuni.

Pensjónistar og tilflytarar
Mótrokningin av pensjónini til hækkast, soleiðis at pensjónistar hava størri orsøk at forvinna sær pengar á marknaðinum, soleiðis at samfelagið eisini fær gagnnýtt førleikarnar hjá teimum.

Somuleiðis skulu førleikarnir hjá tilflytarum gagnnýtast. Integratiónslóg skal gerast, og undirvísingin í føroyskum skal styrkjast, so tilflytarar fáa betri atgongd til føroyska arbeiðsmarknaðin.

Grundarsteinurin í samfelagnum
Familjan skal, eins og vinnan, hava tryggar karmar í Føroyum, heldur Fólkaflokkurin. M.a. skal skattalætti latast, soleiðis at upphæddirnar í skattastiganum verða hækkaðar, barnafrádráttur skal latast, eins og hámarkið í barsilsgjaldinum skal hækkast.

Fólk, serliga ung fólk, skulu hava betri møguleika at seta búgv. M.a. vil Fólkaflokkurin eggja fólki til at spara pengar saman at gera íløgu í egnan bústað. Tað skal gerast við at lata rentustuðul á uppsparing til bústaðarendamál.

Fólkafloksvalskrá uttan sjálvstýrispolitikk
Tann valskráin, sum varð løgd fram i Smæruni seinrapartin hósdagin, er týðuliga valskrá hjá Fólkaflokkinum. Tó er vert at bíta merki í, at einki varð sagt um sjálvstýri, yvirtøkur, danska ríkisveiting ella fullveldi. Sjálvt hjánavnið hjá Fólkaflokkinum, radikalt sjálvstýri, varð ikki nevnt.

Um tað boðar frá eini broyting aftan á hendingarnar í Fólkaflokkinum seinastu tíðina, ella tað kanska ikki varð tikið fram til framløguna, má so tíðin vísa.

[object Object]

24 valevni
Fólkaflokkurin stillar upp við 24 valevnum, 14 monnum og 10 kvinnum. Tað eru fólk við ymsum førleikum, sum umboða allar partar av landinum, sigur Beinir Johannesen.

Upp á spurning, um tann betraða kynsjavnvágin í mun til júst farna fólkatingsvalið svarar hann, at tann uppstillingin var ov smøl. Uppstillingin til løgtingsvalið er farin fram í lokalfeløgunum, og tí er hon, sum hon er.

Valevnini eru:
Árni Skaale
Bárður á Lakjuni
Beinir Johannesen
Dánial Hansen
Eivind Jacobsen
Elsebeth M. Gunnleygsdóttir
Eyðstein Zachariasen
Fía Selma Nielsen
Frits Strøm
Grímur Sundstein
Jacob Vestergaard
Jóhan Eli Poulsen
Jóhanna Christiansen
Jørgen Niclasen
Katrin Kjartansdóttir
Lillian Bjarnadóttir Poulsen
Malan Sundstein Rasmussen
Mariann Poulsen Garðalíð
Mona Breckmann Westcott
Rógvi Egilstoft
Rúna Wenningsted Hansen
Símun J. Hansen
Uni Rasmussen
Winnie Kjærbo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2022

10 Leygardagur 26. november 2022

Sambandsflokkurin til val við lyfti um tryggleika

29 fólk eru á listanum hjá Sambandsflokkinum - 13 kvinnur og 16 menn. Øll ting- og landsstýrismanningin stillar uppaftur

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tryggleiki var høvuðsyvirskrivtin, tá Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, týsdagin legði fram valskránna hjá Sambandsflokkinum til løgtingið saman við teimum flestu av teimum 29 valevnunum, sum eru við á sambandslistanum til løgtingsvalið 8. desember.

Sambandsflokkurin varð sostatt hin fyrsti at leggja sína valskrá fram.

Við lyfti um tryggleika legði løgmaður fram nøkur lyfti, serliga innan hesi fýra økir

  • Búskap, vinnu og burðardyggan vøkstur
  • Altjóða samstarv og uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk
  • Vælferð
  • Veðurlag og umhvørvi

Á vinnuøkinum lovar Sambandsflokkurin eitt nú at virka fyri, at tað í framtíðini verður møguleiki at flyta alingina longur út á opið hav, og tað sama er ætlanin við orkuframleiðsluni úr vindi, har framtíðarvøksturin skal vera úti á opnum havi.

Útflutningur og meira ferðavinnu

Flokkurin ynskir eisini at bøta um møguleikan hjá smærri fyritøkum at gera seg galdandi á útflutningsmarknaðinum. Hetta skal gerast við eini útflutningsskrivstovu, Export Faroe Islands, sum skal hjálpa fyritøkunum við hesum.

- Vit høvdu eisini vónað at ein avtala við ES um tættari samstarv var komin í lag áðrenn valið varð útskrivað, men tað eydnaðist ikki. Men samráðingarnar eru væl á veg, og vit hava samskift við fólk “heilt upp til Ursulu van der Leyen”, so tað arbeiðið er væl á veg, segði Bárður á Steig Nielsen millum annað.

Innan ferðavinnuøkið ætlar Sambandsflokkurin at gera ein serligan innsats fyri at økja um vinnuferðavinnuna við ráðstevnum og skeiðsvirksemi, sum eisini kann vera við at leingja um ferðafólkaárstíðina. Til hetta skal ein ‘eventskrivstova’ setast á stovn at stimbra hesum arbeiði, stendur at lesa í valskránni hjá flokkinum.

Heimildarlógin avmarkar møguleikar

Á altjóða økinum hevur Sambandsflokkurin sett sær fyri, at ríkisfelagsskapurin áhaldandi skal moderniserast.

Bárður á Steig vísti á, at Føroyar og Grønland eru sloppin nógv tættari at avgerðunum við samstarvsráðnum, sum nú er sett á stovn millum stjórn og landsstýri. Nú er uppgávan at skipa eitt samstarvsráð fyri parlamentarisku skipanina eisini.

Samstundis vísti løgmaður á, at uttanríkispolitiska heimildarlógin eisini kann gerast ein avmarking fyri okkum.

- Við at leggja hetta arbeiðið í rammur, verður tað eisini avmarkandi. Øðrvísi er við ríkisfelagsskapinum, sum vit allatíðina hava kunnað tambað og víðkað. Uppgávan verður nú at broyta heimildarlógina, so at hon ikki forðar okkum í at vera við í millumtjóða og altjóða felagsskapum, sum vit ynskja at luttaka í, segði Bárður á Steig Nielsen.

Endurmenning og inflasjónstrygd

Á vælferðarøkinum eru nógv ynski og lyftir frá Sambandsflokkinum.

Innan almannaøki er eitt nú rehabiliterings- ella endurmenningardepil, sum skal kunna tryggja, at borgarar, ið koma illa fyri, fáa neyðuga venjing at koma fyri seg aftur. Eisini gevur Sambandsflokkurin lyfti um, at lønarinntøka hjá pensjónistum ikki skal mótroknast lønini, at barnafrádrátturin verður hækkaður við 2.000 krónum, og at givið verður ein inflasjónstrygd til tey, ið hava mest tørv á fíggjarligari hjálp í hesum tíðum við prísvøkstri og høgari inflasjón.

- Hesin stuðul kann ikki gevast øllum, men skal miðvíst verða veittur teimum, ið treingja. Hetta skal skipast sum ein stuðul – túsund krónur um mánaðin – sum hvør einstakur skal søkja um, segði løgmaður.

Viðgerðartrygd og smærri skúlaflokkar

Á heilsuøkinum er viðgerðartrygd enn eitt høvuðsmál hjá Sambandsflokkinum. Henda trygd skal lógartryggjast fyri lívshættisligar sjúkur.

Flokkurin ynskir eisini eina loysn á avbjóðingunum til at fáa starvsfólk at trívast í heilsuverkinum: “Samráðingar skulu takast upp við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at skipa arbeiði øðrvísi, herundir arbeiðsbrøk og styttan av arbeiðsviku, soleiðis at fleiri starvsfólk leggjast afturat”, stendur í valskránni.

Á útbúgvingarøkinum er eitt kampus til fróðskaparsetrið á skránni. Eisini ein hækking av lestrarstuðlinum (1.000 krónur fyri tey í hægri lestri og 500 fyri tey á miðnámi), so at hesin nærkast danska stuðlinum. Endamálið er at fáa fleiri ung at taka útbúgvingina í Føroyum heldur enn at fara av landinum.

Íbúðir til tey lesandi er eisini ein uppgáva, sum Sambandsflokkurin ynskir at loysa saman við Bústøðum.

Í fólkaskúlanum er ætlanin um endurskoðan við lækkandi skúlaflokkum og færri tímum sum mál.

- Vit hava verið dúglig til at leggja fleiri tímar afturat tímatalvuni hjá næmingunum. Nú er stundin komin til at taka tímar av aftur, so at gerandisdagurin hjá børnunum einans er undirvísing.

Bláur flokkur við grønum profili

Sambandsflokkurin ynskir nú eisini at markera seg á grøna økinum, og í hesum sambandi fegnast løgmaður um, at vit hava fingið fleiri vindmyllur inn á netið hetta seinasta árið, so at oljuprísurin ikki rakar húsarhaldini so hart her, sum tey uppliva í ølrum londum.

Lyftini eru at skapa grundarlag fyri stórari framleiðslu av grønari orku úti á opnum havi og at skipa so fyri, at henda orkan kann leggjast á goymslu og brúkast av skipaflotanum eisini.

Málini eru at landið skal ganga á odda í grønu umleggingini. Hetta arbeiði er longu farið í gongd við konkretum ætlanum við umsitingarbygningunum á Tinganesi og setursbygninginum í Nóatúni.

Ein grøn pantskipan fyri íløt er eisini við í grønu ætlanini hjá Sambandsflokkinum, varð víst á á tíðindafundinum fyrrapartin.

[object Object]

29 valevni

29 valevni eru á listanum hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið. Sambært formanninum eitt væl samansett lið við javnari umboðan, bæði kynsliga og landafrøðiliga.

Øll núverandi ting- og landsstýrismanning stilla uppaftur.

Hesi eru á listanum hjá Sambandsflokkinum:
Aimi Helbo Jensen
Anita Heinesen
Áron Vest
Bárður á Steig Nielsen
Bergun Kass
Edva Jacobsen
Erhard Joensen
Eyðdis Hartmann Niclasen
Frimodt Rasmussen
Fríðgerð Heinesen
Guðrun Ejdesgaard
Hanna Ovadóttir
Haraldur Símunarson Hammer
Harriet Høgnesen
Helgi Abrahamsen
Ingi Mittún
Jaspur Langgaard
Jensia Højgaard Kjærbæk
Johan Dahl
Jónleyg J. Bech
Kaj Leo Holm Johannesen
Magnus Rasmussen
Martin Drangberg
Michael Koba
Petrina Berg á Lag
Pole J. Hansen
Rasmus Son Mørkøre
Rósa Samuelsen
Sámal Hanni Lognberg


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2022

11 Leygardagur 26. november 2022

Gerandisdagurin høvuðsmál hjá Javnaðarflokkinum

Valskráin hjá Javnaðarflokkinum, sum hevur yvirskriftina „skíl í“, hevur gerandisdagin sum høvuðsfokus. Skil skal vera í fíggjarpolitikkinum, soleiðis at vælferðartænastur skulu varðveitast og mennast

„Skil í“, sigur Javnaðarflokkurin í valskrá síni til løgtingsvalið 8. desembur 2022. Fokus er serliga á at lætta um gerandisdagin hjá fólki. Javnaðarflokkurin stillar upp við 36 valevnum. Full javnstøða er millum kynini, valevnini umboða allar partar av landinum, og allar aldursbólkar, sigur Aksel V. Johannesen m.a. (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Seinnapartin týsdagin kunngjørdi Javnaðarflokkurin, sum hin næsti flokkurin valskrá og valevni til løgtingsvalið.

Yvirskriftin er „skil í“. Sum Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, greiðir frá, so sipar tað til, at skil má vera á fíggjarpolitikkinum hjá landinum. Lán skulu gjaldast niður, peningur leggjast til síðis, og íløgur skulu útsetast í góðum tíðum, soleiðis at tað almenna hevur ráð til at gera íløgur og skapa arbeiði og inntøkur í verri tíðum.

Vinnan skal rinda fyri batar
Hóast yvirskriftina, so er høvuðsfokusið á gerandisdagin hjá fólki. Í valskránni verður m.a. sagt, at bústaðarmynstrið skal vera meiri fjølbroytt, at arbeiðsvikan skal styttast, at umsorganarøkið skal hava lønarlyft, at lág- og miðallønt skulu fáa skattalætta. Hartil skulu príseftirlit og brúkaratrygd raðfestast, umframt at teir pensjónistar, ið hava minst, skulu fáa meiri.

Í valskránni verður sagt, at tær vinnur, ið hava framíhjárættindi til at troyta føroysk náttúrutilfeingi, skulu rinda meiri til felagsskapin. Til framløguna segði Aksel V. Johannesen, at tað vóru uppisjóvarvinnan og alivinnan, sum skuldu rinda meiri, enn tær gera nú.

Leggja um til grøna orku áðrenn 2030
Javnaðarflokkurin hava ferð á grøna orkuskiftið og finst m.a. at landinum fyri at hava gjørt ov lítið við sínar egnu bygningar.

Ein bindandi veðurlagslóg skal gerast, og allir lønarbólkar, vinnugreinir og landspartar skulu vera við í skiftinum. M.a. vil Javnaðarflokkurin stimbra gransking og menning innan føroyskar vinnur fyri at fáa umhvørvisvinaliga og vistfrøðiliga framleiðslu.

Landsins egnu bygningar eru í alt ov stóran mun hitaðir við olju. Landið skal vera bundið til at skifta til grønar orkuskipanir. Tað skal geva eina varandi sparing upp á 20-25 milliónir krónur við verandi orkuprísum.

Við tíðini skulu akfør hjá Strandferðsluni – tað stendur ikki, men sipar helst til skip og bussar – rekast við grønari orku, og útboðini skulu støðugt útbyggjast fyri at minka um tørvin á bilum.

Harrumframt skal ferðavinnan skipast soleiðis, at fólk hava rætt til at ganga í haga, samstundis sum náttúran verður vard.

[object Object]

Full javnstøða millum kynini
Javnaðarflokkurin stillar upp til komandi løgtingsval við 36 valevnum, 18 monnum og 18 kvinnum. Tey umboða allar partar av landinum og allar aldursbólkar, sigur Aksel V. Johannesen.

Valevnini hjá Javnaðarflokkinum eru hesi.

Aksel V. Johannesen
Bergur Robert Dam Jensen
Birita Baldvinsdóttir Iversen
Birita Matras Petersen
Birna Heinesen
Bjarni Arge
Bjarni Hammer
Bjørg Dam
Djóni Nolsøe Joensen
Eyðgunn Samuelsen
Hans Jacob Thomsen
Harriet Jørginsdóttir
Heðin Mortensen
Helga Bára Mohr Vang
Henrik Old
Herborg Torkilsdóttir
Ingilín D. Strøm
Jógvan Kallsgarð
Jóhannis Joensen
Kim Durhuus
Kristianna Winther Poulsen
Laura Apol
Magna Eliana Mørkøre
Malan á Dunga
Margit Stóra
Marnar Fríðheim Kristiansen
Milia Egilsnes Anda
Ólavur Larsen
Óli Jákup Jacobsen
Paul Kjartan Matras
Sára Gullfoss
Sigrið Sámalsdóttir Hentze
Súni Selfoss
Súsanna Bertholdsen
Terji Beder
Uni Holm Johannesen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2022

12 Leygardagur 26. november 2022

Sjálvstýri vil framtíðartryggja Føroyar

Undir yvirskriftini „Saman um einar sterkari Føroyar“ stillar Sjálvstýri upp við eini valskrá um at framtíðartryggja Føroyar. Eingin avtala skal gerast við Russland og etisk mál skulu til fólkaatkvøðu

 
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Flestu flokkar hava nú almannakunngjørt valskráir og valevni til løgtingsvalið 8. desembur. Hósdagin legði Sjálvstýri sína valskrá fram og kunngjørdi valevnalista í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum.

Gomul og ung
Í valskránni verður fyrst dentur lagdur á eldraøkið. Avbjóðingarnar eru, at fólkatalið er vaksandi, og samfelagið broytist soleiðis, at lutfalsliga eru 60 ár og eldri.

Pensjónistar eiga at sleppa at virka í samfelagnum á jøvnum føti við øll onnur, og tí skal mótrokningin í veitingum takast burtur. Samstarv skal gerast millum fakbólkar, og fleiri fólk skulu útbúgvast til økið, soleiðis at varandi broytingar verða gjørdar í eldraøkinum.

Viðvíkjandi undirvísing og ungdómspolitikki verður m.a. sagt, at lestrarstuðulin skal hækkast, so hann hann er kappingarførur við onnur lond, m.a. Danmark. Støðið skal hækkast og útboðið av útbúgvingum skal samsvara við tørvin í samfelagnum.

Ófaklærd hava ofta stóran kunnleika, men hava ikki prógv fyri sínum førleika. Tað almenna eigur at geva teimum atgongd til ástøðiligan lærdóm. Á líknandi hátt eiga tilflytarar at fáa betri atgongd til frálæru í føroyskum máli og geva prógv, ið eru førleikagevandi á støði við aðrar føroyskar útbúgvingar. Útlendingalóg og integrasjónslóg skulu gerast, áðrenn útlendingaøkið verður yvirtikið.

Fólkaatkvøða um etisk mál
Sjálvstýri heldur, at sonevnd etisk mál hava skapt politiskan ruðulleika, og víst varð til, at bæði flokkar og samgongur eru farin í upploysn orsakað av ósemjum um tey.

Loysnin, heldur Sjálvstýri, er, at sonevnd etisk mál verða send til fólkaatkvøðu, so tey fáa onkra loysn við fólksligum uppbakningi. Spurdur, um úrslitið av slíkum fólkaatkvøðum so skal vera bindandi fyri Sjálvstýri, svarar Sámal Petur í Grund játtandi.

Júst, hvørji mál ið eru at meta sum etisk mál, er ikki heilt greitt. Kynsskifti og aktiv deyðshjálp vórðu nevnd sum tvey dømi, ið kundu verið viðkomandi. Tað er so nakað, sum mann politiskt má vera samdur um at leggja til fólkaatkvøðu.

[object Object]

Ongan sáttmála við Russland
Sum støðan er nú, heldur Sjálvstýri tað vera forkastiligt at gera fiskivinnusáttmála við Russland. Sum tikið verður til í valskránni, „so leingi hernaðarátøkini í Ukraina fara fram, har børn og sakleys fólk verða dripin, kvinnur neyðtiknar, og sjúkrahús, barna- og vøggustovur, sethús og íbúðir, framleiðsla av mati og neyð útbúnaður verður skotin í sorl“, eigur landsstýrið ikki at gera nakran sáttmála við russisku tjóðina.

Í staðin eigur uppisjóvarfiskurin, sum Føroyar lata Russlandi, at verða latin í viðurlag fyri fiskin í Barentshavinum. Vinnan hevur langtsíðan fyrireikað seg til møguleikan, at eingin sáttmáli verður gjørdur.

Valevnini hjá Sjálvstýri eru hesi:
Brandur Øssursson Simonsen,
Claus Martin í Grund,
Dan Askham,
Geir Eyðunsson á Lofti,
Hans Cecil Poulsen,
Heri Danielsen,
Hervør Ólafsdóttir Lützen,
Hjalmar Zachariassen,
Jóhanna Syderbø Grúkarskarð,
Kristin Michelsen,
Maibritt Hansen,
Rógvi Fossadal,
Rúna Sivertsen,
Sámal Petur í Grund,
Sofus Hansen,
Súni á Dalbø,
Zacharias Wang

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2022

13 Leygardagur 26. november 2022

Tjóðveldi vil hava rúmd fyri øllum

Yvirskriftin í valskránni hjá Tjóðveldi er, at „Vit skulu loysa gerandisdagin“. Yvirskipað snýr valskráin seg um, at pláss skal vera fyri øllum í samfelagnum. Loysingin skal grundast og fremjast í gerandisdegnum

Høgni Hoydal legði saman við Sirið Stenberg valskránna hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið 8. desembur fram í Smæruni í Havn. (Mynd Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Mikudagin kunngjørdi Tjóðveldi sína valskrá og valevni til komandi løgtingsval.

Høgni Hoydal, formaður, og Sirið Stenberg, næstforkvinna, løgdu valskránna hjá Tjóðveldi fram í Smæruni. Hon er sett upp í 24 punktum og einum inngangi. Í innganginum verður m.a. sagt, at Tjóðveldi bæði er loysingarflokkurin og tann samhaldsfasti flokkurin í Føroyum. Har verður lagt upp til, at ítøkiligar gerandisloysnir eru grundarlag fyri loysingini.

Gerandisloysnir fyri vanlig fólk
Tey politisku málini, sum Tjóðveldi hevur sett á skrá í hesi valskránni eru nógv merkt av gongdini seinastu árini við prísvøkstri, bústaðartroti og arbeiðsumstøður á vælferðarøkinum.

M.a. verður sagt, at Føroyar skulu vera bíligari at liva í. Tað inniber m.a. ein hjálparpakka til vanlig fólk, hækkaðum familjuískoyti til sperdar familjur, øktan brennistuðul til pensjónistar og lægri avgjøld og skattir til lág- og miðallønt. Príseftirlit skal endurstovnast við tíðaravmarkaðum vinningssteðgi á ávísum vørum.

Bústaðarmarknaðurin skal vera bíligari og meiri fjølbroyttur. Bústaðir skulu gera bíligari bústaðir kring landið, og kommunur skulu hava heimild at gera almannagagnligar bústaðir.

Á vælferðarøkinum verður m.a. sagt, at føroyskar loysnir skulu gerast við minstunormeringum, og at námsfrøðingar fáa fyrireikingartíð. Fleiri læknar og heilsustarvsfólk skulu eisini setast, og vælferðarstørvini skulu lyftast og virðast.

Skrivstovuveldið í almannaverkinum skal minkast og umskipast, soleiðis at fólk ikki noyðast at ganga frá hurð til hurð fyri at fáa hjálp til børn ella avvarðandi við serligum avbjóðingum.

[object Object]

Ríkidømið skal býtast javnari
Føroyar eru eitt av heimsins ríkastu londum, segði Høgni Hoydal m.a., tá valskráin varð løgd fram. Seinast, ið flokkurin var í samgongu, legði mann hálvaaðru milliard til síðis sum trygd fyri vælferðartænastur.

Tilfeingisgjøld og „serligu vinningsbýtini“, sum tað verður sagt, skulu gjalda meiri til gelagsskapin. Tey skulu fyrst í Búskapargrunnin og síðan brúkast til at lyfta lønarlagið í vælferðarøkinum og skattalættir til vanligar løntakarar. Lagt verður eisini afturat, at kommunurnar skulu hava lut í serligum vinningi í tilfeingisvinnunum.

Í øðrum punktum verður eisini sagt, at íløgur skulu gerast á mentanar- og listaøkinum, at útboðið av tilfari á føroyskum máli skal økjast, at leggjast skal um til varandi orku, at Suðuroyartunnil skal gerast og at Strandferðsluflotin endurnýggjast.

Valevnini hjá Tjóðveldi eru hesi:
Erling Eidesgaard,
Bjørt Samuelsen,
Anfinn í Toft,
Eirikur í Jákupsstovu,
Høgni Hoydal,
Jensina Olsen,
Ingolf Sólheim Olsen,
Hervør Pálsdóttir,
Høgni í Stórustovu,
Jógvan Jón Henriksen,
Liljan Weihe,
Jón Kragesteen,
Annika Olsen,
Fróði Skúvadal,
Dennis Holm,
Ásla Leila B. Johansen,
Jógvan Christansen,
Magni Arge,
Sirið Stenberg,
Ronnie Thomassen,
Óluva Klettskarð,
Jens Ivan í Gerðinum,
Gudny Wang,
Pól Jóhannus T. Larsen,
Rógvi Nybo,
Sigrid J. Dalsgaard,
Páll á Reynatúgvu,
Annita á Fríðriksmørk,
Kristian Oskar Henriksen,
Trina Eysturoy
Christian Mathisen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2022

14 Leygardagur 26. november 2022

Framsókn vil gera íløgur í framtíðina

Høvuðsboðskapurin í valskránni hjá Framsókn til løgtingsvalið er, at flokkurin vil gera íløgur í framtíðina og loysa teir trupulleikar, sum borgarar ikki megna einsamallir. 17 valevni eru uppstillað

Seinrapartin mikudagin legði Ruth Vang, forkvinna, valskránna hjá Framsók fram í Kaffihúsinum í Havn. (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Mikudagin legði Framókn sína valskrá fram og kunngjørdi valevni til løgtingsvalið, ið verður 8. desembur. Ruth Vang, forkvinna, legði fram.

Valskráin er sett upp í níggju punkt, sum yvirskipað kunnu sigast at snúgva seg um, at mann vil gera íløgur í framtíðina. Flokkurin sigur seg vilja vera við til at loysa teir trupulleikar, sum borgarar ikki megna sjálvir, og soleiðis geva fólki bestu karmar at fylgja dreymum og málum. Yvirskriftin er „Einar framkomnar Føroyar“

Bústaðartrot
Fyrsta punkt hjá Framsókn snýr seg um bústaðartrot. Flokkurin vil m.a. seta ferð á at smíða leigubústaðir og uppraðfesta lestraríbúðir.

Harafturat verður víst til, at nógv hús standa tóm kring landið, sum kommunur hava útreiðslur av. Kommunur skulu fáa heimild at krevja hóskandi gjald frá húsaeigarum, sum ikki rinda skatt í kommununi.

Rentustuðulsskipanin ávirkar prísirnar uppeftir og livur ikki upp til sítt endamál longur. Hon eigur at verða avtikin í stigum.

Grønar, sjálvbjargnar og sjálvberandi
Framsókn heldur tað bara vera ein spurning um tíð, til Føroyar kunnu vera sjálvbjargnar í orkuframleiðslu. Framleiðsla og nýtsla av orku bæði á landi og sjógvi fer um fá ár at stava frá grønari orku. Skatta- og avgjaldsskipanir skulu stuðla undir, at bæði borgarar og vinnulív velja grønar orkuloysnir.

Stórur prísvøkstur rakar hart og etur burtur av keypiorkuni hjá samfelagnum. Framsókn vil hjálpa teimum, sum eru ringast fyri. Ábyrgdarleysur fíggjarpolitikkur er skaðiligur fyri langtíðarhaldførið í samfelagnum, og tí vil Framsókn hava eitt sonevnt fíggjarpolitiskt regluverk, sum landsmyndugleikar skulu fylgja.

Ríkisveitingin eigur at verða niðurlagað yvir eitt áramál, tí at ein dagur fer at koma, tá ríkisrættarstøða Føroya aftur verður til viðgerðar. Tá skal ríkisveitingin ikki vera nøkur forðing. Slík niðurlaging kann vera skipað í einum fíggjarpolitiskum regluverki.

Tá ið vit spurdu um møguligar yvirtøkur, sum Framsókn vildi gera, nevndi Ruth Vang loftrúm, sum hevur verið viðgjørt seinastu tíðina, og útlendingamál, ið er blivið meiri aktuelt, nú ið fleiri útlendingar eru komnir til landið at arbeiða.

[object Object]

Vinnuligt fjølbroytni og útbúgving
Sum útgangsstøði eigur vinnuligt virksemi at verða rikið á privatum grundarlag. Hitt almenna kann hava ein leiklut, men hann skal vera avmarkaður og eggja til, at vinnan er burðardygg og fjølbroytt. Fiskivinnan og alivinnan hava samfelagsábyrgd í mun til útlutaða tilfeingið.

Eitt vællært og upplýst fólk er grundleggjandi fyri eitt nútíðarhóskandi samfelag, og tí mugu yrkisútbúgvingar og bókligar útbúgvingar raðfestast, heldur Framsókn m.a.

Valevnini eru hesi:
Annika Samuelsen,
Árni M. Dam,
Birita Arge,
Bjarni K. Petersen,
Christoffur G. Nielsen,
Hanna Jensen,
Hilbert K. í Grógv,
Jákup Petur Eliasen,
Jógvan W. Olsen,
Karlot Hergeirsson,
Kristian Clementsen,
Oda W. Andreasen,
Oddvør Dahl,
Rani H. Midjord,
Ruth Vang,
Sólvit Nolsø,
Súsanna Olsen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2022

15 Leygardagur 26. november 2022

100 menn og 67 kvinnur bjóða seg fram

Evsta mark at lata valevnislistar inn var hósdagin. Met fá stilla upp

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hósdagin klokkan 18 var evsta mark at lata inn vallistar til løgtingsvalið 8. desember.

Sjey flokkar stilla upp og tilsamans 167 valevni bjóða seg fram.

Av teimum 167 eru 100 menn og 67 kvinnur. Í prosentum eru tað 40,1 prosent kvinnur, sum er væl meira enn til løgtingsvalið í 2019.

Tá vóru 32,2 prosent av teimum uppstillaðu kvinnur.

Men samlaða talið er ikki høgt í mun til, hvat tað hevur verið um aldarskiftið og áðrenn tað. Valúrslit.fo hevur gjørt yvirlitið niðanfyri, og har sæst at tað í 1994 vóru 380 fólk uppstillað.

Um hugt verður eftir tíðarskeiðnum frá 2008 til 2019, har vit hava havt eitt valdømi,  hava í miðal 172 valevni stilla upp. Á løgtingsvalinum seinast í 2019 stillaðu 179 valevni upp til samans, tað er tað hægsta, síðani vit fingu eitt valdømi.

Uppstillað valevni síðan 1980:
2019: 179 valevni
2015: 169 valevni
2011: 168 valevni
2008: 171 valevni
2004: 254 valevni
2002: 231 valevni
1998: 278 valevni
1994: 380 valevni
1990: 308 valevni
1988: 323 valevni
1984: 317 valevni
1980: 312 valevni

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2022

16 Leygardagur 26. november 2022

Tjóðveldið støðgar ikki samstarv við russar her og nú

Valevnini á listanum sendu mánadagin út eina felags fráboðan

Semja er nú millum valevnini hjá Tjóðveldi um russlands-samstarvið. Á myndini Høgni Hoydal, formaður, og Eirikur í Jákupsstovu, ið var skrivari hjá tingmanningini til valið varð útskrivað (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað skapti órógv innan Tjóðveldi, at eitt valevni hjá flokkinum alment boðaði frá, at viðkomandi ikki var sinnaður at slíta fiskivinnusamstarvið við Russlands.

Síðan hava onnur valevni og fólk við tøttum tilknýti til flokkin tikið undir við hesi áskoðan, og tað vær nú floksskrivstovuna at reagera.

Fyrrapartin í dag sendi samskiparin hjá Tjóðveldi, Katrin Petersen, út eina fráboðan frá øllum valevnum sloksins. Fráboðan dadlar í fyrstu atløgu sitandi samgongu fyri onki at hava gjørt fyri at loysa hetta mál, men ístaðin fyri at hava kastað landið út í eitt valstríð.

Í øðrum lagi verður staðfest, at Tjóðveldi ikki er sinnað at slíta samstarvið við russar her og nú.

Tað er – eins og hjá tí, ið var uppruna orsøkin til hetta órógv – atlitið til tey nógvu sjófólkini, ið eru knýtt at fiskiskapinum í Barentshavinum, sum er orsøkin.

Tjóðveldi sigur, at fyrireikingar skulu gerast og onnur alternativ skulu finnast áðrenn farið verður so langt sum at slíka samstarvið við russar. Tí ein slík avgerð skal ikki ganga hart útyvir føroysk húsarhald.

Kúvendingin hjá Tjóðveldi í hesum spurningi var ein av orsøkunum til, at tað eydnaðist Bárði á Steig Nielsen løgmanni at fáa tilsøgn frá øllum teimum fýra stóru flokkunum um at fara undir talgildar samráðingar á embætismannastigi við Russland um at leingja núverandi avtaluna við Russland við einum ári.

Fráboðanin  frá øllum valevnunum hjá Tjóðveldi, er soljóðandi:

Tjóðveldi tekur onga avgerð sum hóttir gerandisdagin hjá fólki 

Sitandi landsstýri hevur ikki tikið nakra avgerð, funnið nakra semju ella gjørt nakrar fyrireikingar og ætlanir í málinum um okkara samstarv við Russland, men hevur í staðin blakað landið út í eitt valstríð.  

Tað loysir tó onki – avgerðin um endurnýggjan av sáttmálanum skal takast nú, innan fyri komandi mánaðan! 

Við ongum fyrireikingum, ongum alternativum, ber ikki til at gera broytingar her og nú, uttan at tað gongur hart útyvir føroysk húsarhald. Tað er sjálvandi ikki nakað, Tjóðveldi vil fremja í nøkrum máli.

Og vit hava frá byrjan sagt, at sjálvandi skulu allar ætlanir og fyrireikingar gerast. Vinnu- og sjófólk, sum hava Barentshavið sum livibreyð, skulu kunna kenna seg trygg í at livibreyðið eisini er har eftir jól. 

Skal nakað broytast, krevst dygg fyrireiking, og breið semja má til. Hetta ásannar eitt samt Tjóðveldi, og vit vænta, at aðrir flokkar hava somu áskoðan.” 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2022

17 Leygardagur 26. november 2022

- Kundi velja at koppa á pallinum ella í túninum

Sólvit Nolsø var júst komin á pallin, og skuldi umboða Framsókn á valfundinum í Lívdini mikukvøldið. Men tá myndin kom á Framsókn aftur, stóð Ruth Vang har

Sólvit Nolsø stóð ikki leingi á pallinum, men myndamaðurin hjá Jn.fo fekk kortini eina mynd av honum á valfundinum í Lívdini mikukvøldið (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tey, sum hugdu eftir valfundinum í Lívdini í mikukvøldið undraðust helst yvir at Sólvit Nolsø brádliga varð skiftur út við forkvinnuna Ruth Vang.

Orsøkin var, at nýggja valevni hjá Framsókn bleiv illa fyri, og mátti fara av pallinum.

- Tað stutta av tí langa er, at eg kundi velja millum at koppa á pallinum ella í túninum og eg valdi at fara út í tún, skrivaði Sólvit Nolsø á Facebook hósdagin.

- Júst hví hesi herðindi onkuntíð koma á meg, er ilt at siga, men útfrá tí meistarligu røkt eg fekk úti á Landssjúkrahúsinum í gjárkvøldið, so finna tey nokk eisini at enda útav, hví holdið onkuntíð knockoutar meg, skrivar hann.

- Mann kann eisini fegnast um, at nógv góð fólk bjóða seg til í politikki, tí tey manglaðu ikki í túninum í Lívdini í gjár - og eingin teirra spurdi um politiskan lit, men tey vórðu øll samverjar, heldur enn prestar ella Levitar, skrivar Sólvit Emilsson Nolsø.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2022

18 Leygardagur 26. november 2022

Føroyar fáa nýggjan miðil

Í næstum sær nýggjur kritiskur miðil dagsins ljós. Barbara Holm er blaðstjóri á Frihedsbrevet í Føroyum

Barara Holm og Mads Brügger (Mynd: Frihedsbrevet.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Danski miðilin Frihedsbrevet fær nú eina føroyska útgávu, og tað verður við hvassa journalistinum Barbaru Holm á odda sum blaðstjóra.

Fyrsta søgan er longu skrivað, og hon kemur út á frihedsbrevet.fo í næstu viku, skrivar Barbara Holm á Facebook.

Barbara Holm fór í summar úr starvi sum journalistur í Kringvarpi Føroya. Áður hevur hon verið blaðstjóri á Sosialinum. Tveir aðrir journalistar, kendir frá Kringvarpinum, afturat eru knýttir at føroyska Frihedsbrevet. Teir eru Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam.

Miðilin, sum ikki ynskir miðlastuðul, vil vera frælsur og óheftur. Mads Brügger er ábyrgdarblaðstjóri og Kristoffer Eriksen er blaðstjóri á danska miðlinum. Hetta eru kendir menn innan danskan journalistikk, og hava millum annað verið á Radio24syv.

Føroyskir pengar
Høvuðsíleggjarar í móðurfelagnum hjá Frihedsbrebet eru Bjørn Høi Jensen og Denis Viet-Jacobsen, men eisini Niels Heini Mortensen, sum eigur og rekur SMS-samtakið, eigur partapening í Frihedsbrevet umvegis NM Holding.

Sambært Ekstra Bladet hevur Niels Mortensen sett hálva aðru millión í Frihedsbrevet. Frihedsbrevet kom út á fyrsta sinni í apríl 2021.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2022

19 Leygardagur 26. november 2022

Rói nýggjur stjóri í KBI samtakinum

– Eg fari saman við øllum okkara fantastisku starvsfólkunum, at reka fyritøkuna víðari í sama anda sum hon higartil er rikin av Karl Birgir sála. Vit koma framvegis at veita eina sera góða tænastu, og eitt breitt úrval av vørum til tað føroyska vinnulívið, sigur nýggi stjórin

(Mynd: KBI)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Rói Clementsen er settur sum nýggjur stjóri í KBI samtakinum. Tað boðaði KBI frá fyrst í vikuni.

Rói hevur verið í starvi í fyritøkuni í fleiri ár, har hann seinastu tvey árini hevur røkt starvið sum sølustjóri. Í sínum starvi hevur hann fingið holla vitan um virksemi í samtakinum, og í tøttum samstarvi við Karl Birgir sála, verið við til at mynda felagið, skrivar KBI í tíðindaskrivi.

– Eg fari saman við øllum okkara fantastisku starvsfólkunum, at reka fyritøkuna víðari í sama anda sum hon higartil er rikin av Karl Birgir sála. Vit koma framvegis at veita eina sera góða tænastu, og eitt breitt úrval av vørum til tað føroyska vinnulívið. Vit hava stórar ætlanir fyri framtíðina, sum vera settar í verk í komandi ár, sigur Rói Clementsen.

KBI samtakið umfatar fyritøkurnar KBI, Pólar, Solberg og Tín Lásasmiðjur. Allar fyritøkurnar hava til felags, at veita vørur og tænastur til føroyska vinnulívið. Í samtakinum arbeiða 26 starvsfólk, og halda tær til í Klaksvík, Kollafirði og í Havn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2022

20 Leygardagur 26. november 2022

Fámjinstunnilin liðugur á sumri 2024

Fyrsta skotið varð latið av mikudagin

(Mynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Síðani 1939 hevur einsporaði, bratti og smali vegurin verið einasta lívæðrin hjá fámjinginum til restina av oynni, men mikudagin í undanfarnu viku varð hol sett á at gera Fámjinstunnil.

Elsti borgari í Øravík lat seinasta skotið av fyri tunlinum, og á sumri 2024 skal vera koyrandi.

- Allir tunlar, sum vit fara undir, broyta lívið á teimum støðum, sum verða knýtt saman. Hjá teimum Norðanfyri Fjall verður tað ein stórur lætti, tá nýggju tunlarnir verða lidnir, fyri Dalbingar fer tunnilin at lætta munandi um, og her vit í dag standa, fer Fámjin á sumri í 2024 við eitt at gerast ein integreraður partur av Suðuroynni, segði Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, tá hann bar fram røðu í Øravík.

Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur, við tveimum breytum. Tunnilin far alla ta kravdu trygdarútgerðina, ið ein tílíkur tunnil skal hava í dag. Tað er LBF, ið hevur staðið fyri prosjekteringini av verkætlanini.

Avtalan við J&K Petersen er á umleið 150 mió kr, men samlaði kostnaður fyri alla verkætlanina, er mettur at vera 207 mió kr. Seinni í ár er ætlanin at bjóða el-arbeiðið í tunlinum út, ið er alt arbeiðið, við eitt nú ljósum og trygdarskipanini.

Myndir: Landsverk

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2022

21 Leygardagur 26. november 2022

Arbeiðsloysið enn á søguliga lágum stigi

Arbeiðsloysið hevur verið 0,7 prosent síðani august í ár. Í Eysturoy er arbeiðsloysið bert 0,3 prosent

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Arbeiðsloysið var 0,7 prosent í oktober mánaði, ið svarar til góð 200 fulltíðararbeiðsleys, og er enn á einum søguliga lágum stigi. Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,8 prosent í oktober í fjør, ið svarar til 250 fulltíðararbeiðsleys. Hatta vísir nýggjasta uppgerðin frá Hagstovuni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í oktober vóru 232 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.

Í oktober var arbeiðsloysið 0,7 prosent bæði hjá monnum og kvinnum. Tað svarar til 108 fulltíðararbeiðsleysar menn og 96 kvinnur. Sama mánað í 2021 var arbeiðsloysið 0,9 prosent hjá monnum og 0,8 hjá kvinnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Landkortið vísir, at arbeiðsloysið var lægst í Eysturoynni við 0,3 prosentum og í Vágum 0,4. Í Suðuroy var arbeiðsloysið 1,7 prosent og í Sandoynni 1,3.

Arbeiðsloysið er lægst millum tey 45-54 ára gomlu við 0,4 prosemtum og hægst millum tey 35-44 ára gomlu við 0,9 prosentum. 

Í oktober vóru 35 persónar ella 15 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í 2021 vóru 47 persónar ella 16 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2022

22 Leygardagur 26. november 2022

Meira hassj enn nakrantíð

Tolleftirlitið hjá TAKS aldri lagt hald á so nógv hassj sum í ár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

45,6 kilo. So nógv hassj hevur tolleftirlitið hjá TAKS lagt hald á higartil í 2022, tað mesta nakrantíð, skrivar Taks á heimasíðuni.

Síðstu tíggju árini hevur miðaltalið verið 8 kilo, so tað er stórur vøkstur. Næststørsta mongd í eitt ár er 22 kilo, tað var í 2017.

Tolleftirlitið hjá TAKS hevur eisini lagt hald á onnur rúsevni sum kokain, amfetamin og MDMA, men mongdirnar eru smáar og nakað tær somu, sum tær hava verið.

At hava tolleftirlit við rúsevnum er ein avbjóðandi uppgáva. Ilt er at siga neyvt, hvussu nógv verður smuglað, men á TAKS fegnast vit um, at tað rúsevni, sum hald er lagt á, ongantíð kom á marknaðin í Føroyum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2022

23 Leygardagur 26. november 2022

Regin Lamhauge nýggjur røntgenlækni á Landssjúkrahúsinum

45-ára gamli havnarmaðurin varð í 2019 útbúgvin sum serlækni í radiologi í Noregi, og og fram til september í ár starvaðist hann sum yvirlækni í Skien

Mynd: Landssjúkrahúsið
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Regin Lamhauge tók í september við føstum starvi sum serlækni í radiologi á Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum.

Hetta skrivar Landssjúkrahúsið í fráboðan.

Fram til í september í ár var Regin Lamhauge í føstum starvi sum yvirlækni á Sykehuset Telemark Skien í Noregi. 

Havnarmaðurin fekk prógv sum serlækni í radiologi í júst Noregi í 2019. Hann er útbúgvin lækni frá Aarhus Universiteti í 2009.

- Regin er kendur á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur verið á Landssjúkrahúsinum bæði í sambandi við útbúgvingina og seinni árini hevur hann av og á hevur arbeitt sum vikarur á Røntgendeildini.

45-ára gamli Regin Lamhauge er fjórði radiologurin, sum er settur í fast starv á Landssjúkrahúsinum síðan 2018.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2022

24 Leygardagur 26. november 2022

Hildur Durhuus nýggjur stjóri á Greengate Incoming

Hon kemur úr starvinum sum trivnaðarsamskipari í Sunda kommunu

Hildur Durhuus
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hildur Durhuus er sett sum stjóri í ferðavinnufyritøkuni Pf. Greengate Incoming.

Hildur hevur fleiri enn 25 ára royndir frá ymsum størvum í upplivingar- og ferðavinnuni, bæði sum deildarleiðari, verkætlanarleiðari og marknaðarfólk. Harafturat hevur Hildur útbúgving innan ferðavinnu og eina master í upplivingarleiðslu. 

Í løtuni starvast Hildur sum trivnaðarsamskipari í Sunda kommunu, har hon millum annað hevur tikið stig til fleiri spennandi verkætlanir at skipa ferðavinnuna í økinum.

Hildur tekur við sum stjóri í Greengate Incoming á nýggjárinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2022

25 Leygardagur 26. november 2022

Sjóvar kommuna játtað tíggju milliónir krónur til ítróttarhøll á Strondum

Tað er sera týdningarmikið fyri framhaldandi menningina av StÍF, at nýggj og tíðarhóskandi høll nú verður bygd á Strondum, og felagið sigur seg hava veruligan tørv á einari høll aftur at høllini á Skála

Nýggja høllin verður eftir ætlan staðsett sunnan fyri bygdahúsið. - StÍF fylti 80 ár í oktober, og sigast má, at einmælta samtyktin at játta 10 milliónir krónur í fyrstu atløgu, er ein stórfingin føðingardagsgáva, sum StÍF takkar hjartaliga fyri
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur einmælt samtykt at játta 10 milliónir krónur í 2023 til at projektera og byggja nýggja ítróttarhøll á Strondum.

Hetta er greitt, eftir bygdaráðsfund á Strondum mánakvøldið, tá ið fíggjarætlanin fyri 2023 endaliga varð samtykt.

- StÍF fegnast um, at Sjóvar kommuna nú fer at gera dreymin um ítróttahøll til veruleika. StÍF fylti 80 ár í oktober, og sigast má, at einmælta samtyktin at játta 10 milliónir krónur (í fyrstu atløgu), er ein stórfingin føðingardagsgáva, sum StÍF takkar hjartaliga fyri.

Soleiðis skrivar StÍF á heimasíðu sínari í dag. Felagið hevur í langa tíð hildið til í høllini á Skála.

Sjóvar kommuna hevur í ár arbeitt við hallarætlanini, og við tíggju milliónum krónum í 2023 fer arbeiðið av álvara í gongd at fyrireika og byggja høllina. Sambært StÍF verður høllin eftir ætlan staðsett sunnan fyri bygdahúsið.

- Tað er sera týdningarmikið fyri framhaldandi menningina av StÍF, at nýggj og tíðarhóskandi høll nú verður bygd á Strondum. StÍF hevur veruligan tørv á einari høll aftrat høllini á Skála. At byggja ítróttarhøll er ein søguliga stór og neyðug íløga fyri kommununa, sum fer at skapa trivnað og vøkstur. Høllin verður til stórt gagn fyri borgarar, ítrótt, vinnulív og mentan, slær hondbóltsfelagið fast.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2022

26 Leygardagur 26. november 2022

Fíggjarætlanin fyri 2023 samtykt

Samlaðu inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu fyri 2023 liggja um eina og eina kvart milliard krónur. Hóast korona og kríggj hava inntøkurnar verið javnar. Samlaðu íløgurnar verða slakar 320 milliónir krónur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í uppskotinum til fíggjarætlan 2023 er roknað við, at kommunuskattaprosentið og barnafrádrátturin framhaldandi verða ávikavist 19 prosent og 9.000 krónur. Kendar framskrivingar og virksemisbroytingar eru tiknar við.

Inntøkur
Hóast fyrst koronu og síðani kríggið í Ukraina kann sigast, at inntøkurnar hjá kommunni hava verið javnar. Mett verður tó ráðiligt at hava eina varliga meting av vøkstrinum í kommunuskatti, millum annað við hækkingunum í vøruprísum og rentuni í huga.

Samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlaninini fyri 2023 vaksa 78,2 milliónir krónur, ella 6,7 prosent, upp í 1.240,3 milliónir krónur í mun til inntøkurnar í fíggjarætlanini fyri 2022 uppá 1.162 milliónir krónur.

Kommunuskatturin er mettur til 951 milliónir krónur. Hetta er ein framskriving á tvey prosent í mun til mettar inntøkur í 2022. Partafelagsskatturin er mettur til 60 milliónir krónur. Staðfestur partafelagsskattur í 2022 er 68,7 milliónir krónur.

Fíggjarmálaráðið hevur mett, at skattur frá eftirlønargjøldum verður 191,9 milliónir krónur. Hetta er ein vøkstur uppá 13,3 prosent í mun til fíggjarætlanina 2022. Inntøkur í sambandi við DIS, FAS og frádráttir verða mettar nakað hægri. Hesar hækka við 762.000 krónum úr 35,6 til 36,4 milliónir krónur.

Útreiðslur
Virksemið í høvuðsstaðarkommununi er enn í stórum vøkstri. Fólkatalið í Føroyum er d.d. 54.111 og veksur støðugt. Størsti vøkstur í tali er í Tórshavnar kommunu. Nú búgva umleið 23.000 fólk í kommununi, svarandi til 42,5 prosent av samlaða fólkatalinum í landinum.

Talið av borgarum í kommununi vaks frá oktober 2021 til oktober 2022 við 1,6 prosentum, ella 355 borgarum úr 22.631 upp í 22.986.

Samanløgdu rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi vaksa í fíggjarætlanini fyri 2023 netto 36,2 milliónir krónur, úr 917,1 milliónum upp í 953,3 milliónir krónur. Hetta er ein vøkstur upp á 3,9% í mun til fíggjarætlanina fyri 2022.

Íløgur
Samlaðu íløgurnar hjá Tórshavnar kommunu fyri 2023 verða 319,8 milliónir krónur. Harav eru 20 milliónir íløgur í Tórshavnar havn.

Av størstu íløgunum í 2023 á eldra- og dagstovnaøkinum kunnu nevnast nýtt røktarheim við røktaríbúðum fyri 15 milliónir krónur, og útbygging av dagstovninum á Hamrinum fyri 5 milliónir. Hesin sáttmálin er júst undirskrivaður. Á ungdómsøkinum kann eisini nevnast framhaldsdeildin í Sankta Frans skúla, har íløgan er 20 milliónir krónur.

Á trivnaðarøkinum kunnu nevnast langhylurin við 54 milliónum, Stórhøllin við 50 og fimleikarhøll/borgarahús í Kaldbak við 10 milliónum krónum.

Kommunan hevur stórar ætlanir við umlegging til grøna og reina orku. Til orkupolitikkin eru avsettar 8 milliónir krónur í 2023. Nevnast kann eisini, at avsettar eru 10 miljónir til stóru miðbýarætlanina.

Íløgan í útstykkingina oman fyri Argjahamar er 30 milliónir krónur í 2023 – hetta verður fíggjað við sølu. Í 2023 eru 5 milliónir játtaðar til Kapellið.

At enda kann nevnast, at játtanin til innkomuvegin er 74,5 milliónir, 108 milliónir krónur er útreiðsla og 33,5 inntøka sum endurgjald frá landinum. Íløgan í Tórshavnar havn í 2023 er 20 milliónir.

Umframt hesi nevndu eru aðrar íløgur, eitt nú íløgur í bæði parkeringstunnil og parkeringshús, umframt íløgur í fleiri útstykkingar.

Úrslit
Í fyriliggjandi uppskoti til fíggjarætlan verður úrslitið áðrenn rentur 267 milliónir krónur. Úrslitið áðrenn avdráttir og íløgur verður 261,4 milliónir krónur. Avlop til skattafíggjaðar íløgur hjá Tórshavnar kommunu verður 225 milliónir krónur.

Er avlopið til skattafíggjaðar íløgur lægri enn samlaðu íløgurnar, má munurin fíggjast. Ætlanin er at fíggja innkomuvegin 74,5 milliónir krónur við lántøku, men higartil hevur hetta ikki verið neyðugt.

Lániskuldin hjá sjálvari kommununi er einans 8 milliónir krónur. Samlaða lániskuldin í løtuni er 237 milliónir krónur, men av hesum eru 229 milliónir knýttar at Tórshavnar havn.

Fíggjarætlanin varð samtykt við aðru viðgerð, skattaprosentið varð ásett til 19 og barnafrádrátturin hækkaður úr 8.000 til 9.000 krónur pr. barn.

Fíggjarstøðan í kommununi er góð og ein fortreyt fyri vælferð og trivnaði í kommununi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2022

27 Leygardagur 26. november 2022

Dagstovnurin á Hamrinum verður útbygdur fyri yvir 50 milliónir

Við hesum koma beint undir 100 dagstovnapláss afturat á Argjum, áðrenn 2024 er farið afturum. Tað er Búsetur, ið skal standa fyri arbeiðnum

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tórshavnar kommuna og Pf. Búsetur hava skrivað undir arbeiðstøkusáttmála um stóra útbygging av Dagstovninum á Hamrinum. Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá.

- Fólkatalið á Argjum er í stórum vøkstri, og á Argjahamri fer fram nýggj stór útstykking. Kommununi tørvar eisini fleiri nýggj dagstovnapláss, og við hesi útbyggingini av Dagstovninum á Hamrinum koma umleið 96 dagstovnapláss aftrat.

Tað var eisini Búsetur, sum bygdi verandi stovn afturi í 2003-04. Tað var Palle Gregoriussen, sum teknaði bygningin, og eyðkendi byggilistarligi stílur hansara sæst eisini aftur í nýggju byggingini, skrivar torshavn.fo

Prísurin fyri útbyggingina er nakað yvir 50 milliónir. Tórshavnar kommuna væntar, at útbyggingin er liðug á heysti 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2022

28 Leygardagur 26. november 2022

Skatturin lækkar við 0,25 prosentstigum - barnafrádrátturin hækkar við 1.000 krónum

Fíggjarætlanin hjá Vága kommunu fyri 2023 hevur eitt hall á beint yvir 24 milliónir krónur, og mett verður, at tað fer at kosta 99,5 milliónir at reka kommununa næsta ár

Stórar vekætlanir tyngja fíggjarætlanaina, men kortini er tað pláss fyri at lækka skattin og hækka barnafrádráttin
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á býráðsfundi týskvøldið samtykti býráðið í Vága kommunu endaliga uppskotið til fíggjarætlanina fyri 2023. Fíggjarætlanin varð einmælt samtykt.

Í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2023 er inntøkan mett at verða 109 milliónir krónur, góðar 2,7 milliónir meira enn í 2022. Fíggjarætlanin javnvigar við 133,3 milliónum krónum

Býráðið hevur samtykt at lækka skattin við 0,25 prosentstugumum, úr 22 prosentum til 21,75 prosent umframt at hækka barnafrádráttin við 1.000 krónum - úr 5.500 krónum til 6.500 krónur. Hetta fyri at lætta um hjá familjunum nú ógvusligu príshækkingarnar eru í samfelagnum.

Býráðið metir at tað fer at kosta 99,5 milliónir krónur at reka Vága kommunu í 2023, ið ein hækking á umleið 1,8 milliónir ella 1,9 prosent vøkstur í mun til 2022. Hækkingin stavar frá skipan av serstovu á dagstovnaøkinum og økta virkseminum á barna- og ungdómsøkinum. Løgurnar eru mettar tik at vera útvið 34 milliónir krónur.

Hall á næsta 25 milliónir - stórar verkætlanir í gongd

Fíggjarætlanin fyri 2023 hevur eitt hall á 24,4 milliónir krónur - skuldin hjá Vága kommunu í 2023 verður sostatt mett til 0,85 prosent av eini álikning um allar íløgur sum liggja í ætlanini verða gjørdar við árslok 2023.

Tað sum serliga tyngir fíggjarætlanina hjá Vága kommunu er liðugtger av 2. byggistigi av Skúlanum á Giljanesi. Eftir ætlan verður klárt at taka 2. byggistig í nýtslu næsta skúlaár.

Aðrar størri íløgur, sum býráðið hevur sett fígging av til í 2023, er ein útbygging av barnagarðinum Sóljugarði í Sandavági. Barnagarðurin verður útbygdur við áleið 150 fermetrum, sum koma at betra munandi um umstøðurnar hjá børnunum og starvsfólkunum í Sóljugarði.

Á tekniska økinum er fígging millum annað sett av til verkætlanina Tvørgarður. Hetta er ein ógvuliga gomul verkætlan, sum er vegurin frá Tvørgarði norð á Rygg, sum verður ein tryggari farleið hjá børnum t.d norðuri á Heiðum at koma inn á Giljanes í skúla, uttan at skula oman á landsvegin sum liggur ígjøgnum Miðvág. Henda verkætlanin fer at bøta munandi um ferðslutrygdina í bygdini.

Kirkjugarðurin í Miðvági skal dagførast og fríðkast, millum annað við ljósi, og kirkjugarðurin í Sandavági skal útbyggjast í 2023. Í Vatnsoyrum verður prosjektering og byggibúning gjørd av nýggjari útstykking inni í bygdini.

Peningur er settur av til miðstaðarøkið í Sandavági og í Miðvági, harímillum ljós til viðarlundina.

Á kommunalum bygningum skulu umleggingar gerast til grønar orkuloysnir og takið á Listastovuni verður skift, sum eisini kemur at bøta um á grøna økinum.

Aðrar íløgur á tekniska økinum eru dagføringar av bingjuplássinum, havnum og lendingum. Og grótbrotið í Sandavági verður gjørt klárt til vinnuøki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2022

29 Leygardagur 26. november 2022

Gøtuljós sett upp í Mykinesi

Ellivu ljóspelar eru eru settir upp í bygdini

(Mynd: Sørvágs kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Partar av bústaðarøkinum í Mykinesi hava ikki havt gøtuljós, men í farnu viku kom broyting í, tá teir nýggju ljóspelarnir á Sodnhúsvegi vóru tendraðir. 

Tað skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðuni.

Arbeitt verður við at betra um ljósføringina aðrastaðni í bygdini. 11 ljóspelar eru í hesum umfarinum settir upp í Mykinesi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2022

30 Leygardagur 26. november 2022

Anita Vibergsdóttir tekur yvir á Tvøroyri næstu vikurnar

Næstu smáu tríggjar vikurnar er tað Anita Vibergsdóttir, sum er borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu

(Savnsmynd: KvF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Anita Vibergsdóttir situr í borgarstjórasessinum á Tvøroyri næstu smáu tríggjar vikurnar.

Hetta skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.

Kristin Michelsen hevur boðað umsitingini frá, at hann tekur farloyvi úr borgarstjórasessinum á Tvøroyri frá hósdegnum 24. november til mánadagin 12. desember.

Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri røkir borgarstjórastarvið á Tvøroyri hetta sama tíðarskeiði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2022

31 Leygardagur 26. november 2022

Tá týski kavbáturin U55 vitjaði Borðoyarvík

Sjáldsom kavbátavitjan undir fyrra heimsbardaga verður lýst í nýggjari danskari bók

U 55 á Borðoyarvík
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hin 17. oktober 1917 møtti norðoyingum ein óvanlig sjón, tá týski kavbáturin “U55” sigldi inn á Borðoyarvík.

Kavbáturin var sendur á sjóherferð í Atlantshavi, og fyri at økja um virkisøkið, høvdu teir fylt dieselolju í tveir av flottangunum umborð á bátinum. Hetta vísti seg at vera eitt vánaligt hugskot. Tungt lastaði kavbáturin rendi seg í áhaldandi storm og fekk stórar skaðar. So stórar, at kavbáturin var um at søkka, tá hann leitaði sær havn í Føroyum.

Alla náttina kundu klaksvíkingar hoyra, at arbeitt bleiv umborð á týska kavbátinum. Sambært viðtøkunum í Haag-konvensjónini frá 1907, hevði U55 bert 24 tímar til at gera neyðuga umvælingararbeiðið. Síðan skuldi hann sleppa sær úr føroyskum øki aftur, annars varð hald lagt á bátin og manningin tikin til fanga.

[object Object]
U 55 kemur á Borðoyarvík út á seinnapartin hin 17. oktober 1917

Týskararnir arbeiddu uttan íhald, og tað eydnaðist teimum at umvæla bátin so mikið, at hann kláraði túrin heimaftur. Báturin hevði ikki nóg mikið av brennievni, men fekk samband við ein annan týskan kavbát, og nærhendis Skagen fekk U55 so mikið av dieselolju umborð, at hann kláraði tað seinasta strekkið.

Søgan um týska kavbátin og vitjanina í Føroyum verður fortald í eini nýggjari danskari bók, sum journalisturin Knud Jacobsen hevur skrivað, og Sea War Museum Jutland í Thyborøn gevur út.

[object Object]

Bókin eitur ”U 55 – berømt og berygtet” og sigur frá um kavbátin og um kommandantin umborð, Wilhelm Werner.

Hann kláraði at søkkja 61 skip við U55, men var eisini offur fyri bretskari propagandu. Hóast tað ikki vórðu prógv fyri tí, varð Werner lagdur undir í fleiri førum at hava givið bretskum sjófólki boð um at koma upp á dekkið á kavbátinum fyri síðan at kava, so sjófólkini druknaðu.

Skuldsetingarnar førdu eftir kríggið til eina ákæru um krígsbrotsverk, sum hann í fyrsta umfari slapp sær undan við at flýggja til Brasil. Í 1926 varð Wilhelm Werner fríkendur av hægstarætti í Týsklandi.

[object Object]
Wilhelm Werner, kaptajnloytnantur, framman fyri tornið á U55

Undir kanningararbeiðinum til bókina, fekk høvundurin, Knud Jakobsen, samband við ein 88 ára gamlan mann í Týsklandi, hvørs kona var nær slektað við ein av manningini umborð á U55. Viðkomandi var íðin myndatakari, og hevði tikið fleiri myndir, sum henda konan síðan hevði arvað.

Knud Jakobsen fekk loyvi til at brúka myndirnar, og tí ber í bókini til at síggja myndir av vitjanini á Borðoyarvík í 1917 og frá ógvusliga túrinum um Atlantshav. Eisini eru myndir av fleiri donskum skipum, sum kavbáturin søkti – myndir, ið ikki fyrr eru vístar alment.

Bókin ”U55 – berømt og berygtet” verður í næstum at fáa til keyps í føroyskum bókhandlum.

Knud Jakobsen hevur skrivað fleiri bøkur frá krígnum, sum Sea War Museum í Thyborøn hevur givið út. Eitt nú søguna um ein annan týskan kavbát frá fyrra verðaldarbardaga, ”U20 ubåden som ændrede historiens gang”.

Í eini aðrari bók við heitinum ”Sangeren fra fyret og krigshelten fra Agger” lýsir Knud eina aðra týska kavbátavitjan í Føroyum. Tað var báturin UB90, sum hevði fingið ein veir um skrúvuna.

Báturin leitaði sær havn í Lopra. Har var ongin hjálp at fáa, men manningin fekk sjálv loyst veirin av skrúvuni, og legði til havs aftur. Men á heimleiðini varð UB90 søktur av einum bretskum kavbáti norðan fyri Skagen. 

[object Object]
”H B Linnemann” av Marstal, ið varð søkt vestan fyri Írland. Fýra mans sjólótust


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2022

32 Leygardagur 26. november 2022

Kærleikskúlan 2022 – Bárður Jákupsson

Kvinnuhúsið varð heiðrað fyri sítt arbeiði í sambandi við at ársins Kærleikskúla varð avdúkað

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á hátíðarløtu í Listasavn Føroya mikudagin varð nýggja kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað. Tað er listamaðurin Bárður Jákupsson (1943), sum hevur sniðgivið nýggju kúluna.

Í ummælið av listini hjá Bárði Jákupssyni sigur listaummælarin Peter Michael Hornung, at ”Málningalist hansara kenst av einum hugburði til litir, ið er knýttur at vøkstri og grøði í teirri sansaðu náttúruni, og fríari og rútmisk livandi pensilsskrift, sum – stílistiskt og grafologiskt – eyðkennir bæði listamansins mensku megi og fína musikalitet. Tvey sløg av náttúru møtast í listini hjá Bárði Jákupssyni: málningsins náttúra – og Føroya, og tær eru felags um at vera í sterkari rørslu og støðugari broyting”

Hetta er fjúrtanda árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum.

Bárður Jákupsson sigur soleiðis um tankarnar aftanfyri Kærleikskúluna 2022 í orðingini, sum fylgir við kúluni:

tokkabragd
ullarlagdur
svartur nipil
har fleyg ein lógv
sólja í hvørjum hyljareyga

[object Object]

Heiður til Kvinnuhúsið

Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kærleikskúluna. Hesin skal á onkran hátt hava verið við til at betra umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum og hava víst serligt framfýsni og áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna.

Stýrið fyri Dugna, sum eru Jórun Gardar, Elkin Klettheyggj, Magni á Deild Olsen, Tóra við Keldu og Martin Karl Olsen valdu at heiðra: Kvinnuhúsið

Um Kvinnuhúsið verður sagt:

“Tey fremja eitt serligt arbeiði fyri málbólkin hjá Dugna. Tey eru ein týðandi rødd í føroyska samfelagnum, tí tey varpa ljós á sálarligan harðskap, og teirra virksemið fevnir eisini um hjálp til sosialt og sálarliga útsett fólk.

Tey veita bæði ráðgeving og ítøkiliga hjálp til familjur og einstaklingar, ið leita sær hjálp har. Talan er bæði professionella hjálp frá fakfólki umframt nógv sjálvboðið arbeiði.

Partur av teirra virksemið er:

  • at kunna um harðskap í familju og parløgum
  • at veita hjálp til sjálvhjálp
  • at hava eina kreppumiðstøð
  • at bjóða samrøðubólkar

Við hesum eru tey við til at veita týðandi hjálp til fólk í sera truplum umstøðum.

[object Object]

Um kærleikskúluna

Kærleikskúlan er eitt serligt listarligt átak, har Dugni saman við umboði fyri Listasavn Føroya og landsstýrisfólkinum við mentamálum velur eitt av Føroya mætastu listafólkum at sniðgeva kúluna.

Kærleikskúlan er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru tær allar serstakar og ymiskar – júst sum vit menniskju eru tað. Hon hevur hvítt silkiband og er pakkað í snotiliga eskju saman við einum vøkrum faldara á føroyskum og enskum. Kúlurnar eru annars framleiddar uttanlanda og síðani sendar til Føroya, har tær eru kannaðar og pakkaðar.

Tað eru arbeiðsfólk á verkstaðnum hjá Dugna á Kambsdali, sum hava staðið fyri pakking. Snotiligu eskjurnar og faldararnir, sum fylgja við kúluni, eru framleidd hjá Estra í Gøtu.

Kærleikskúlan 2022 kann keypast í gávubúðum kring landið frá 23. november til 23. desember. Hon kostar 400 krónur. Allur søluágóðin fer til mennandi virksemið hjá Dugna. Til dømis skipar Dugni fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, sum hava torført við at fáa ella varðveita arbeiði, so hesi kunnu fara víðari út í arbeiði ella undir útbúgving. Skipað verður fyri virksemi, ið speglar samtíðina, gevur viðkomandi avbjóðingar, kveikir sjálvbjargni og førleikamennir fólk til eitt virkið lív.

Undanfarin ár hava hesi listafólkini sniðgivið Kærleikskúluna: Tróndur Patursson (2009), Sigrun Gunnarsdóttir (2010), Hansina Iversen (2011), Zacharias Heinesen (2012), Edward Fuglø (2013), Astrid Andreassen (2014), Astri Luihn (2015), Eyðun av Reyni (2016), Guðrið Poulsen (2017), Ole Wich (2018), Rannva Kunoy (2019), Eli Smith (2020) og Jóna Rasmussen (2021).

Myndir: Listasavn Føroya

[object Object]
Bárður Jákupsson



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2022

33 Leygardagur 26. november 2022

Livandi tilfeingi í Tórsgøtu um vikuskiftið

Framsýning og søla av føroyskum handverki í Perluni og Reinsarínum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Um vikuskiftið, 26. og 27. november, verður skipað fyri afturvendandi vetrartiltakinum, Livandi tilfeingi, í Perluni og Reinsarínum í Havn. 

Talan er um serføroyskt tiltak við framsýning og sølu av staðbundnum dygdarhandverki úr øllum Føroyum. Tey vitjandi kunnu uppliva livandi verkstøð, har tilfar, rávøra og amboð verða víst í verki, og eisini er høvið at keypa staðbundnu vørurnar. 

Tey, ið luttaka í ár, eru:

Alma á Lava
Brikolasj 
Daysi Lagos Joanesarson
Dúvugarðar í Saksun
Elin K. Jacobsen
Erla Matras Jensen
Herborg Torkilsdóttir
Hoyskorsgarður í Svínoy
Joel Coel
Kongsstovan í Haraldssundi
Mary Tindskarð
Maudsa køkshavi
Miðstovugarðurin á Sandi
Minna
Poulina Eliasen
Signabøgarður 
Stakkavík úr Klaksvík
Tari
Uppistova á Trøllanesi
Uttastovugarðurin á Sandi
Útistovugarðurin í Skúgvi
Útistovugarðurin á Trøllanesi 
Æsa Tróndardóttir Frýdal

Livandi tilfeingi er opið leygardagin frá 10 til 18 og sunnudag frá 13 til 18.

Báðar dagar er møguleiki at keypa sær mat og drekka á staðnum. Í Perluni hevur Kongsstovan í Haraldssundi støkk upp kafé við staðbundnum mati og drekka, og í Reinsarínum hevur Útoyggjafelagið kaffisølu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2022

34 Leygardagur 26. november 2022

Jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata beinleiðis í sjónvarpinum

Fleiri familjur fáa ikki endarnar at røkka saman á jólum, og árið í ár er einki undantak. Jóla- og stuðulskonsert verður í sjónvarpinum hósdagin 1. desember

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú stundar til jóla, og børn og vaksin gleða seg til ársins hugnaligastu tíð. Samstundis vita vit, at hvørt ár eru fleiri børn, sum saman við familjum sínum stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman. Ábendingar eru um, at árið í ár ikki verður nakað undantak - heldur tvørturímóti. 

Men uttan peningaligan stuðul til jólahjálpina ber ikki til hjá Barnabata at veita eina peningaliga gávu. Seinastu árini hevur jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata - Í Menniskjum Góður Tokki - fingið ein sera týðandi leiklut fyri jólahjálpina, sum saman við sera gávumildum átøkum frá einstaklingum, feløgum, skúlum og fyritøkum, hevur verið við til at hjálpa 550 børnum og familjum teirra - bara í 2021. Hetta barnatal hevur ligið á nøkulunda sama støði seinastu seks árini.

Á konsertini verður fjølbroyttur tónleikur, samrøður og prát. Tey, ið framføra í ár, eru: Barnakórið NOVA, Guðrun Sólja við kóri, Olvheðin Jakobsen, Sway, Høgni Lisberg, Son of Fortune og Sámal Ravnsfjall, Xperiment, Ung Stjørnuskot, Birita Adela, Vestmenn og Morgunkórið.

Til ber at stuðla átakinum við at fara inn á heimasíðuna hjá Barnabata.fo og kunna seg um stuðulsmøguleikarnar, bæði sum privatpersónur men eisini sum fyritøka. Allur stuðul fer til at hjálpa føroyskum børnum og familjum teirra, ið liva í fátækraváða.

Konsertin endar sum vant við felagssangi, har øll syngja við. Vit ynskja øllum eitt gott konsertkvøld, sum kann njótast framman fyri sjónvarpsskíggjanum heima ella í Vesturkirkjuni, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata verður í sjónvarpinum hósdagin 1. desember klokkan 20.

Latið verður upp fyri umsóknarblaðnum til ársins jólahjálp sama dag kl. 12 tann 1. desember á heimasíðuni barnabati.fo. Freistin at søkja er úti á middegi tann 8. desember.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2022

35 Leygardagur 26. november 2022

Magn keypir allan partapeningin í Demich

Í 2018 keypti Magn 70 prosent av partabrøvunum í Demich, og nú er restin keypt

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í 2018 keypti Magn 70 prosent av partabrøvunum í Demich. Nú hevur Magn keypt restina av partabrøvunum. Yvirtøkan er liður í miðvísa arbeiðinum hjá Magn at gerast týdningarmikil leikari í grøna orkuskiftinum. 

Demich hevur seinastu mongu árini verið førandi innan varandi orkuloysnir. Avtala er gjørd við gomlu eigararnar um at halda fram í fyritøkuni, og tí heldur raksturin fram óbroyttur. Bjarne Hansen, ið var partur av gomlu eigarunum, er nýggjur stjóri í fyritøkuni. Við yvirtøkuni er ætlanin eisini at knýta feløgini tættari saman. 

Saman við stóra frambrotinum við nýggju vindmyllunum í Flatnahaga, er yvirtøkan av Demich  partur av framhaldandi arbeiðinum at fremja tað grøna orkuskiftið. Hetta veri seg bæði í framleiðslu og serliga tá húsarhaldum viðvíkur. Magn vil við hesi stigtakan gera sítt til at røkka setninginum um varðandi orku á landi. 

Finn Jakobsen, stjóri í Magn, fegnast um yvirtøkuna og metir virksemið hjá Demich hava stóran leiklut í strembanini eftir at røkka orkuskiftinum, ið Magn hevur sett sær fyri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2022

36 Leygardagur 26. november 2022

Minesto framleiðir metnógvan streym í Vestmannasundi

Síðani nýggi framleiðsludrekin Dragon 4 hjá svensku fyritøkuni Minesto uppá 100kw fór undir framleiðslu í september, hevur framleiðslan sett met bæði í oktober og november

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Royndirnar við nýggja drekanum hava verið sera væleydnaðar sigur Minesto í eini frágreiðing og fyrireikar nú at enn eina útbygging av framleiðsluni so skjótt veðrið er til vildar. Væntandi verður nýggja útbyggingin gjørd í desember. 

Eisini verður arbeitt við útbygging av orkustøðini Dragon 12 uppá 1,2 MW, sum skal vera klár á vári í 2023. Hetta hóast tað hevur tikið longri tíð at fáa til høldar lutir til útbyggingina. Martin Edlund stjóri sigur, at tað verður framvegis arbeitt við útbyggingini í Hestfirði uppá 30MW. 

Arbeitt verður fram móti eini framleiðslu frá sjóvarfalsorku uppá 84GWH, sum svarar til 20% av samlaðu føroysku orkunýtsluni í 2021.

Menningin av sjóvarfalsorku í Føroyum er eitt samstarv millum Minesto og SEV.  

Kelda: Offshore Energy


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2022

37 Leygardagur 26. november 2022

Danir royndarkoyra heimsins størstu vindmyllu

Hon er 280 metrar høg og skal kunna veita streym til 25.000 húsarhald

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað er eingin loyna, at Danmark telist millum heimsins fremstu lond, tá talan er um grøna orkuskiftið. Hetta sæst m.a. aftur í slóðbrótandi vindmylnuídnaðinum, har fyritøkur sum Ørsted, Vestas, CIP og aðrar eiga stóran lut í eitt nú framleiðslu og uppsetan av vindmyllum og entá heimsins størstu av slagnum. Nú um dagarnar vóru partar av heimsins størstu vindmyllu koyrdir úr Hanstholm til royndarøkið nærhendis Thy. 

[object Object]

[object Object]

Talan er um risastóru Vestas vindmylluna V236-15.MW. Hon verður 280 metrar høg, og vongirnir eru 115,5 metrar langir. Tað eru myllur av hesum slag, ið feløg sum CIP og Ørsted um fá ár fara at seta upp kring heimin. 

Ætlanin er at fara undir framleiðslu av hesi vindmylluni í 2024 og fer hon at kunna framleiða streym til 25.000 húsarhald um árið. 

Myllan, sum fer at verða royndarkoyrd í eini tvey ár, áðrenn hon fer undir framleiðslu, er ætlað at seta upp til havs, har mesti vindurin er. 

Endamálið við at testa so stóra vindmyllu er at vita, um hon kann vera í sjónum í upp til 30 ár og klára sætt ódnarveður. Hetta verður gjørt á testdeplinum Østerild í Thy. Her verða vindmyllur hjá bæði Vestas og Siemens Gamesa royndarkoyrdar. 

[object Object]

Kelda: Vestas.com

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2022

38 Leygardagur 26. november 2022

Átta flokkar framvegis við í samráðingum

Roknað verður við drúgvum samráðingum áðrenn nýggj breið stjórn er skipað í Danmark

Mette Frederiksen stendur framvegis á odda fyri samráðingunum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, hevur enn ikki slept vónunum um at skipa eina stjórn tvørtur um miðjuna í donskum politikki.

Hóast tað eru gingnar meira enn tríggjar vikur síðan fólkatingsvalið, so er tað framvegis Mette Frederiksen, sum hevur samráðingarrættin. 49 samráðingarfundir hava verið millum Mette Frederiksen og teir ymsu flokkarnar umframt tveir tema-fundir við luttøku av øllum flokkunum.

Nú hevur Mette Frederiksen so smalkað hópin av flokkum, sum samráðst verður við.

- Eftir fyrstu fundirnar og eftir útmeldingar frá Venstre í sambandi við landsfundin um vikuskiftið, er tað mín meting, at vit væl kunnu skipa eina breiða stjórn í Danmark, segði Mette Frederiksen á fundi mikudagin.

Hetta merkir, at nakrir av flokkunum ikki longur eru við í stjórnarsamráðingunum, skrivar Danmarks Radio.

Danmarksdemokraterne, tað er flokkurin hjá Inger Støjbjerg, meldaðu seg úr samráðingunum longu fyri fleiri døgum síðani, og mikudagin rýmdu so Enhedslisten og Alternativer frá samráðingunum. Nú eru so eisini Nye Borgerlige soldað frá.

Samráðingarnar halda sostatt fram við Venstre, Moderaterne, SF, Liberal Alliance, teimum konservativu, teimum radikalu og Dansk Folkeparti.

- Samráðingarnar koma at halda fram við teir flokkar, sum antin kunnu síggja seg sjálvar í eini breiðari stjórn ella í einum bindandi samstarvi við eina breiða stjórn, segði Mette Frederiksen í dag.

Sostatt er nú talan um samráðingar millum átta flokkar tilsamans. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2022

39 Leygardagur 26. november 2022

Kapping um Atlantic-navnið

Enn eitt flogfelag við 'Atlantic' í navninum sær nú dagsins ljós - frammanundan kappast føroyska tjóðarflogfelagið um uppmerksemi við Virgin Atlantic og Norse Atlantic

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Alt bendir á, at føroska tjóðarflogfelagið Atlantsflog, ið kallar seg Atlantic Airways úti í heimi, fær uppaftur størri kapping frá flogfeløgum, sum eisini hava ‘Atlantic’ í sínum navni.

Frammanundan er kapping um uppmerksemið frá bretska Virgin Atlantic og nýstovnaða norska flogfelagnum Norse Atlantic.

Og í vikuni bórust so tíðindi um eitt nýtt flogfelag, sum fer at bjóða bíligar ferðaseðlar til flogferðir tvørtur um Atlantshav. Fly Atlantic er navnið á nýggja flogfelagnum, sum hevur heimstað í Belfast í Norðurírlandi, skrivar CNN.

Ætlanin hjá Fly Atlantic er at fara undir regluligar flúgvingar í 2024.

Talan er um ein truplan marknað, sum fleiri flogfeløg fyrr hava brent seg á. Korona farsóttin elvdi eitt nú til at Norwegian mátti gevast við trans-atlantisku flúgvingini, og íslendska Wow Air fór eisini á húsagang í 2019. Eisini onnur flogfeløg hava brent seg við at bjóða bíligar ferðir um Atlantshav.

Ætlanin hjá Fly Atlantic er at flúgva úr Belfast til 35 ferðamál í USA og Kanada.

At byrja við verður flogið við seks smærri flogførum – helst Airbus A321 ella Boeing 737 MAX. Ætlanin er at víðka um flotan upp í 18 flogfør tey fyrstu fýra árini, skrivar CNN.

Í løtuni ber ikki til at flúgva um Atlantshav úr Belfast, og tað er ein av orsøkunum til, at fólkini handan Fly Atlantic valdu at staðseta seg í norðurírska høvuðsstaðnum eftir at hava kanna møguleikarnar fyri at brúka aðrar floghavnir í Bretlandi og Írlandi. Ætlanin nú er at menna floghavnina í Belfast til ein “hub” fyri teirra trans-atlantisku tænastu.

Flogfelagið hevur longu skrivstovu á flogvøllinum, og málið er eitt nú at skapa 1.000 arbeiðspláss, skrivar CNN.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2022

40 Leygardagur 26. november 2022

Magne hevur skorað móti KÍ fyrr

42 ára gamli Magne Hoseth, sum nú skal venja KÍ, hevur spælt 22 a-landsdystir fyri Noreg

(Mynd: kristiansundbk.no)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Norðmaðurin Magne Hoseth, sum mánakvøldið var avdúkaður sum nýggjur høvuðsvenjari hjá KÍ, er ikki heilt ókendur við fótbóltin í Klaksvík. Í 2003 var hann ein av spælarunum á norska liðnum Molde FK, sum KÍ spældi ímóti í fyrsta undanumfari í táverandi UEFA-cup kappingini.

Magne Hoseth spældi báðar dystirnar. Tann fyrra, hann varð spældur á Svangaskarði, vann Molde 4-0, og hin seinna vann Molde 2-0, og Magne skoraði fyrra málið upp á brotsspark.

- Vit spældu ein vánaligan dyst, men komu víðari, segði Magne Hoseth, tá hann varð ígjøgnum umvegis video á tíðindafundi uppi á loftinum í KÍ-høllini í dag.

Annars segði hann seg ikki minnast tað stóra um dystirnar í 2003. Annað enn, at Kurt Mørkøre var venjari. Magne og fyrrverandi føroyska landsliðskempan, sum er búsitandi í Noregi, eru góðir vinir í dag.

Drúgva karrieru sum spælari

Magne Hoseth er 42 ára gamal, og kemur frá Averøy nærhendis Molde, millum Bergen og Tróndheim.

Hann er uppvaksin í felagnum Averøykammeratene, men fekk longu sum 18 ára gamal sáttmála við Molde har hann spældi til 2004. Í árunum 2004 og 2005 spældi hann við FC København, áðrenn hann fór aftur til Molde, og spældi har frá 2006 til 2014. Síðan hevur hann skift nógv sum spælari, í Stabæk, Viking, Aalesund, Notodden og Kristiansund, har hann endaði sína aktiva karrieru við trimum dystum á besta liðnum í 2017.

Hoseth hevur eisini eina drúgva landsliðskarrieru, og hevur spæld á øllum ungdómslandsliðunum hjá Noregi og hevur 22 dystir á a-landsliðnum í árunum 2001 til 2010.

Eftir at hann var givin sum spælari byrjaði Magne Hoseth sum venjari í Kristianssund. Hesa seinastu tíðina hevur hann veri hjálparvenjari á besta liðnum, sum tíverri ikki megnaði at varðveita plássið í Eliteserien í ár.

Sáttmálin við Kristiansund gekk út við kappingarlok í ár, og Magne Hoseth er uppsettur upp á veruliga at gera seg galdandi, nú hann fær høvuðsuppgávuna fyri eitt lið, sum hevur kvalifiserað seg til evropeiskan fótbólt.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Nógvir í kikaranum - men Magne passaði best

Tummas Lervig, formaður í KÍ sigur, at teir hava havt nógvar bóltar í luftini hesa tíðina, meðan leitað hevur verið eftir einum avloysara fyri Mikkjal Thomassen.

- Vit hava tosað við fleiri, men alla tíðina var Magne tann, ið passaði best til tann profilin, sum vit leitaðu eftir, segði Tummas Lervig á tíðindafundinum í dag.

Tummas Lervig upplýsir eisini, at teir í KÍ hava tosað við minst fimm ymiskar venjarar, onkur kendari enn Hoseth, flestu úr Noregi, men eisini onkran dana og svia.

Magne Hoseth hevur A-venjaraprógv, og orsøkin til, at hann ikki kundi vera til staðar í Klaksvík í dag var, at hann skuldi taka eitt kravt 40 tímars í sambandi við venjaraloyvið.

Í staðin fyri kemur Magne Hoseth til Klaksvíkar við familju síni í komandi viku fyri at heilsa upp á spælarar og fólkið aftan fyri liðið. Ætlanin hjá norska venjaranum er at kunna taka pro-licens sum venjari meðan hann er í Klaksvík.

9. januar byrjar venjingin.

Avtalan millum KÍ og Magne Hoseth er galdandi í tvey kappingarár. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2022

41 Leygardagur 26. november 2022

Bjartalíð fer við til Fredrikstad

26-ára klaksvíkingurin hevur skrivað trý-ára sáttmála og fer nú fyri fyrstu ferð at royna seg í øðrum felagi enn KÍ. Hóast skiftið hjá Mikkjali Thomassen til Fredrikstad hevur spælt ein leiklut, hevur norska felagið havt eyguni eftir 10'aranum hjá KÍ síðani 2019

Jóannes Bjartalíð í Champions League-dysti í Bodø í juli. Næsta summar verður ikki talan um evropeiskan fótbólt hjá honum, men nú fer landsliðsleikarin at venja og spæla í Noreg til dagliga (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Eg er ógvuliga glaður fyri og errin av at hava skrivað undir við Frederikstad. Tað er ein dreymur fyri meg at koma her, og eg eri ógvuliga spentur uppá at byrja ein nýggjan kapittul her í Frederikstad.

Hetta sigur Jóannes Bjartalíð við heimsíðuna hjá Frederikstad fyrrapartin. 

Síðani tað 1. november gjørdist greitt, at Mikkjal Thomassen skuldi verða venjari hjá Frederikstad í næstbestu norsku deildini, hava gitingar verið frammi um, hvørt hann fór at fáa onkran KÍ-spælara við yvir. Nú er tað váttað, at Jóannes Bjartalíð fer at royna seg í Noregi.

Jóannes Bjartalíð breyt ígjøgnum á besta liðnum hjá barndómsfelagnum í 2015, ið var fyrsta árið hjá Mikkjali í KÍ. Bjartalíð gjørdist ársins ungi leikari í felagnum og í Føroyum og hevur síðani bygt uppá. Í 2019, tá KÍ vann FM fyri fyrstu ferð í tjúgu ár, varð hann kosin ársins leikari í føroyskum fótbólti.

Tað var hetta árið, at Fredrikstad fekk eyguni upp fyri tekniskt gávaða klaksvíkinginum. Felagið skrivar á heimasíðuni í dag, at hóast hetta skiftið ikki kom óvart á mong, tí Jóannes Bjartalíð var ein so umráðandi leikari hjá Mikkjali Thomassen í KÍ, so hevur álopskendi leikarin við tí sterka vinstrabeininum verið á radaranum hjá felagnum í trý ár.

[object Object]
Her sæst 26-ára gamli Jóannes Bjartalíð í nýggja búna sínum - og við yvirskeggi (Mynd: frederikstadfk.no)

Jóannes Bjartalíð hevur sambært FaroeSoccer spælt 252 dystir fyri KÍ og hevur skorað 120 mál, umframt at hann hevur verið við í einari rúgvu afturat. Hann hevur verið ein lyklaleikari øll árini, hevur vunnið FM tríggjar ferðir, steypakappingina eina ferð og hevur verið við til at spælt barndómsfelagið víðari í Evropa fimm ferðir.

Hann varð fyri kortum kosin ársins landsliðsleikari 2022 - í løtuni er Jóannes við at koma fyri seg eftir at hava brotið eina tá, og næsta ár skal hann so royna seg í næstbestu norsku deildini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2022

42 Leygardagur 26. november 2022

Steffan aftur við Løkin

Steffan Abrahamson Løkin skal vera við til at fáa NSÍ upp aftur í bestu deildina

Steffan Løkin her í fagnaðarrúsi eftir mál fyri B68 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir tey ár í útlegd á Toftum, er Steffan Abrahamson Løkin aftur í barndómsfelagnum NSÍ.

Niðurflytararnir í Runavík boða frá, at 22 ára gamli Steffan Abrahamson Løkin hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við felagið, sum næsta ár spælir leygardagsfótbólt í næstbestu deildini. Málið er greitt: Upp aftur í bestu deildina sum skjótast.

- Steffan er ein náturligur málskjútti, ið kann spæla bæði fremsti maður og vongur. Hetta er ein sannur fongur fyri NSÍ, og vit gleða okkum til at síggja Steffan skjóta NSÍ upp aftur í bestu deildina komandi kappingarár, skrivar NSÍ á heimasíðuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2022

43 Leygardagur 26. november 2022

Jóhan Petur Poulsen er ársins venjari

Venjararnir í føroyskum fótbólti halda, at Jóhan Petur Poulsen, sum stendur á odda í Víkingi, er ársins venjari

Víkingaleikarar lyfta Jóhan Petur Poulsen tá KÍ varð knógvað í steypafinaluni (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ársins venjari í Betri deildini hjá monnum 2022 er Jóhan Petur Poulsen.

Atkvøðugreiðsla hevur verið millum limirnar í felagnum, og víkingavenjarin fekk 68,3 prosent av atkvøðunum.

Víkingur endaði á øðrum plássi í ár við 58 stigum. Harafturat vann liðið úr Eysturkommunu finaluna um løgmanssteypið móti KÍ.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2022

44 Leygardagur 26. november 2022

Allan Dybczak skal føra NSÍ-kvinnurnar til gullið

Hann hevur seinastu nógvu árini verið knýttur at HB, men fer nú til NSÍ

Allan Dybczak (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

NSÍ fyrireikar næsta kappingarár, og á besta liðnum hjá kvinnum, er venjarin komin upp á pláss.

Allan Dybczak er settur sum høvuðsvenjari hjá NSí Í Betri deildini hjá kvinnum.

48 ára gamli venjarin var í tvey ár hjá B36 kvinnum, og hevur síðstu 10 árini verið venjari hjá HB, meginpartin av tíðini hjá besta kvinnuliðnum. Talan er tí um ein sera royndan føroyskan venjara, við góðum innliti í føroyskan kvinnufótbólt.

NSÍ hevur seinastu trý árini átt annað plássið í deildini, og uppgávan hjá Allani Dybczak verður tískil at lyfta liðið upp á eitt hægri støði, so gullið kann vinnast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2022

45 Leygardagur 26. november 2022

U19: Høvdu tað trupult í regninum í Kroatia

- Samanumtikið spældu vit tríggjar góðar hálvleikir og tríggjar minni góðar. Harafturat høvdu vit tað trupult á regnvátu vøllunum, og mugu eisini ásanna, at okkara botnstøði var alt ov lágt. Tað sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum ið tapti allar dystirnar í EM-undankappingini, við fsf.fo

Føroyska liðið tapti allar dystirnar í Kroatia (Mynd: Jógvan Páll Joensen/ FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska U19-landsliðið hjá dreingjum hevur seinastu vikuna luttikið í EM-undankappingarbólki, ið hevur verið í Kroatia.

- Samanumtikið spældu vit tríggjar góðar hálvleikir, og tríggjar minni góðar. Harafturat høvdu vit tað trupult á regnvátu vøllunum, og mugu eisini ásanna, at okkara botnstøði var alt ov lágt.

Soleiðis tekur Sigfríður Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum.

Føroyar løgdu fyri við at tapa 6-0 fyri vertunum, og síðan fór Ísrael avstað við einum 2-0 sigri, eftir at føroyska liðið stutt fyri steðgin fekk mann riknan av vølli.

– Móti Ísrael skuldu vit fingið minst eitt stig. Gamaní vinna teir við tveimum, men vit vóru noyddir at spæla allan seinna hálvleik við 10 monnum, og tað gjørdi tað sjálvandi trupult. Sum heild vóru vit væl við, og tað var ikki fyrr enn langt inn í yvirtíðina, at teir avgjørdu dystin. Spell, tí okkara stríddust heilt ómetaliga væl, sigur Sigfríður Clementsen við heimasiðuna hjá FSF.

[object Object]
Heini Fossdalsá Sørensen skoraði einasta málið hjá Føroyum í kappingini. Tað var, tá FC Midtjylland-leikarin skoraði til 1-0 móti Finnlandi (Mynd: Jógvan Páll Joensen/FSF)

Í seinasta dystinum, sum var móti Finnlandi, fekk føroyska liðið eina dreymabyrjan. Spældir vóru ikki meir enn tveir minuttir, so hevði Heini Sørensen lagt Føroyar á odda. Men gleðin var stokkut. Bara tveir minuttir seinni var javnleikur, og tá liðini fóru til hálvleik stóð 5-1 til Finnlandi á máltalvuni, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.

Endaliga støðan í bólkinum gjørdist annars sera spennandi. Kroatia, Ísrael og Finnland fingu øll 6 stig í part. Men av tí at kroatar og ísraelar høvdu frægari málmun enn finnar, tryggjaðu tey sær víðari luttóku til millumumfarið, sum verður í vár.

Tó er ikki óhugsandi, at Finnland, sum ein av bestu 3’arunum, eisini fer víðari til millumumfarið. Sjálvt EM-endaspælið fyri U19-landslið við dreingjum verður á Malta frá 3. til 16. juli 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2022

46 Leygardagur 26. november 2022

Rói á Skipagøtu til Svøríkis

H71 heldur fram at útflyta hondbóltsspælarar. Næsta kappingarár skiftir Rói Ellefsen á Skipagøtu til Hallby Handboll í Jönköping

(Mynd: Hallby Hondboll)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Rói Ellefsen á Skipagøtu verður næsta kappingarár at síggja í bestu svensku hondbóltsdeildini. H71-leikarin hevur gjørt sáttmála við Hallby Handboll í Jönköping, sum liggur milum Göteborg og Stokkholm.

Hallby Handboll skrivar á heimasíðuni, at 19 ára gamli hoyvíkingar var og royndarvandi í oktober, og bergtók venjararnar.

So bergtiknir vóru teir, at man valdi at gera skjótt av, og nú er sáttmáli undirskrivaður.

Hallby liggur í løtuni á sjeynda plássi í bestu svensku deildini við 12 stigum eftir 12 dystir.

Beiggi Róa, Elias Ellefsen á Skipagøtu og systkinabarnið Óli Mittún, spæla við Sävehof. Næsta summar fer Elias víðari til týskan hondbólt, og fer at spæla við stórfelagnum THW Kiel.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2022

47 Leygardagur 26. november 2022

Noreg fór avstað við enn einum EM-gulli

Danmark var annars á odda so at siga allan dystin, men norsk góðska, nógvar royndir og donsk mistøk gjørdust avgerandi. Harvið hevur Noreg vunnið átta útav teimum seinastu tíggju EM-endaspølunum og samanlagt níggju

Nora Mørk skoraði átta mál, tá Noreg vann 27-25 í EM-finaluni í Slovenia. Norska liðið var kaldari, tá dysturin skuldi avgerast
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Áðrenn EM-finaluna í Lublijana sunnukvøldið høvdu tær á norska liðnum samanlagt spælt 56 finalur (EM, HM og OL). Talið fyri tær á danska liðnum: Null, og talan var um fyrstu finaluna síðani 2004. Júst hesin munurin kom til sjóndar seinastu løtuna sunnukvøldið.

Tað var annars Danmark, ið byrjaði greitt betri og hevði leiðsluna so at siga allan dystin. Eftir tjúgu minuttir var 9-4, og tað var serliga danska verjan, ið eydnaðist væl. Louise Burgaard gekk á odda við málskjótingini - høgri bakkurin skoraði fimm mál í fyrra hálvleiki - og hóast Noreg fekk glið á síðstu tíggju minuttirnar, so var Danmark á odda við trimum í steðginum (15-12)

Danmark vann eisini á Noreg í høvuðsumfarinum, og tíggju minuttir inn í seinna hálvleik var støðan 22-18 til Danmark. So steðgaði liðið hjá Jesper Jensen upp. Noreg skoraði fýra mál á rað - og javnaði harvið fyri fyrstu ferð í dystinum - og seks mál útav teimum næstu sjey frá støðuni 22-18. Norska spælið var flótandi og sannførandi síðsta partin av dystinum.

Nora Mørk spældi væl og gjørdist toppskjútti í kappingini (50 mál) og í finaluni (8 mál). Aðrar úr Team Esbjerg spældu stóran leiklut við at gera av við Danmark: Kristine Breistøl, ið hevur ein kanón høgra arm, skoraði fýra mál og var trupul hjá dønum at steðga, og Henny Reistad skoraði tvey ógvuliga týðandi mál móti endanum, tá Noreg trekti frá við trimum málum.

23-ára gamla heimsstjørnan varð kosin mest týðandi spælarin í endaspælinum.

[object Object]
Danmark fekk leingi tálmar Henny Reistad, men seinastu løtuna fekk hon týðandi mál 

[object Object]
Norskur fagnaður eftir seinasta bríksl

Samstundis sum Sandra Toft og danska verjan ikki fingu tálma Noregi, fór norska verjan at koyra væl, og 42-ára gamla Katrine Lunde við teimum mongu gullheiðursmerkjunum kom inn í málið, og tók fleiri skot. Danmark misti pippið í álopinum - um tað so var 7 móti 6 spælið ella ikki - og Jesper Jensen, ið var í sínari fyrstu finalu sum venjari, var helst ov seinur at taka time-out og broyta ymiskt.

Hetta var langt frá fyrsta finalan hjá norska landsliðsvenjaranum, Þórir Hergeirssyni. Hann og lið hansara hildu høvdið kalt og vann við tveimum málum. Hetta var samanlagt níggjunda EM-gullið hjá norsku kvinnunum og tað áttanda tey seinastu 18 árini, í teimum seinastu tíggju EM-endaspølunum. Danmark fekk besta úrslitið síðani 2004, og Montenegro, ið vann á Noreg í finaluni fyri tíggju árum síðani, vann dramatiska bronsudystin á Fraklandi.

EM-finalan
Lubljiana, sunnudagin 20. november
Danmark - Noreg 25-27 (15-12)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2022

48 Leygardagur 26. november 2022

Fróði Hansen berjist fyri seinastu ferð á MMA-stevnu á Hálsi

Altjóða kapping í Mixed Martial Arts verður í mai komandi ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyski MMA-kemparin, Fróði Hansen, fer 20. mai 2023 ár at kempa sín seinasta yrkiskamp í Høllini á Hálsi í Havn.

Fróði hevur altíð droymt um at enda sína flottu yrkisleið innan MMA í Føroyum, og nú verður dreymurin til veruleika.

Tað verða tilsamans 10 kampar við kemparum úr Danmark og øðrum londum. Tað verður ein heilur dagur við fleiri kampum, og møguleiki verður at keypa nógv gott at drekka og eta allan dagin.

Stigtakararnir leggja stóran dent á, at tað verður eitt tiltak á høgum støði, og at tað verður ein stór uppliving fyri allar áskoðarar.

MMA-dagurin verður 20. mai í Høllini á Hálsi

- Vit vóna, at hetta tilboðið fær so góða undirtøku, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári, og at tað gerst eitt íkast til kampítróttina í Føroyum, sum seinastu árini er blivin meira fjølbroytt og professionell, sigur Fróði Hansen, sum er ein av
stigtakarunum.

Meira kunning fæst á Facebook- og Instagram-vangunum ‘MMA Føroyar’

MMA standur fyri ‘Mixed Martial Arts’. Talan er um eina stríðsítrótt, har har tað verður bæði boksað og sparkað.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2022