Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 10. desember 2022 | Nr. 50 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Úrslitið greitt: Javnaðarflokkurin stóri vinnarin

SíÐa 2

1 Leygardagur 10. desember 2022

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Valið er millum høgru og vinstru

Løgtingsvalið er av, og helst er tað nú nokk bara ein spurningur um tíð, til sambandsformaðurin leggur frá sær sum løgmaður.

Bárður á Steig Nielsen hevur sjálvandi rættin á síni síðu, tá hann brúkar støðu sína sum løgmaður at lodda dýpið og kanna hvørjar møguleikar hann sjálvur hevur at halda fram, antin sum løgmaður ella í samgongu.

Men úrslitið av valinum gjørdist ein stórsigur til Javnaðarflokkin, og tí er tað formaður floksins, Aksel V. Johannesen, sum eigur initiativið til at finna ta bókstavasamansetingina, sum skal ráða fyri borgum komandi fýra árini.

Og tí er tað ikki skilagott av sitandi løgmanni at draga tíðina ov langt út áðrenn hann ásannar ósigurin, og ikki setir seg í vegin fyri teirri demokratiskt natúrligu gongdini, sum nú skal henda.

Bárður hevur longu boðað alment frá, at at løgmanssessurin avgjørt ikki er nakað krav frá sambandsfólki tá samráðast skal um nýtt landsstýri.

Og tí er tað í løtuni einans sambandsfólk, sum – kanska – halda tað vera í lagið, at løgmaður ikki hevur lagt frá sær.

Serliga ikki, tí at Aksel V. Johannesen hevur sagt, at tað í fyrsta umfari verða flokkarnir, sum sótu í andstøðu, sum fara at stinga høvdini saman og kanna líkindini fyri at finna eina semju.

Bárður verður – hvørt hann vil tað ella ikki – noyddur at bíða og vita um hesar samrøður bera á mál, áðrenn hann gerst áhugaverdur sum møguligur samgongufelagi.

Hin stóri vinnarin á valinum gjørdist Framsókn og forkvinnan Ruth Vang, sum fekk eina dyggiliga álitisváttan frá veljarunum.

Tað verður hon, sum sleppur at bestemma um Aksel skal fara til høgru ella til vinstru. Vera triðja hjól saman við Høgna ella Bárði.

Tá tað valið er tikið, skal viljin til samstarv kókast niður í reellan politikk. Í eitt samgonguskjal, ið kann vera grundarlag fyri eini politiskari ætlan, sum øll 18 ella 19 tingfólkini – helst fleiri – kunnu taka undir við.

Og tað verður ikki lætt. Tað er tað ongantíð tá tríggir flokkar, ið eru so mikið ólíkir, skulu finna felags stev. Knútar skulu loysast og kamelar skulu svølgjast. Draga fólkini somu línu innanflokka? Tað vita vit ikki. Nýggj fólk eru komin til, og onkur hevur kanska givið okkurt vallyfti, sum er trupult halda. Avbjóðingarnar eru nógvar.

Hvør skal setast í teir valdmiklu sessirnar. Hør skal verða tingforkvinna (vit gita, at tað verður ein kvinna hesaferð), hvør skal taka sær av fíggjarmálum, av uttanríkismálum og fiskivinnumálum? Ella er tíðin farin frá at hava eitt landsstýrisfólk, sum bara hevur fiskivinnu sum málsøki? Og hvør maður, ið hevur væntað sær landsstýrissess, verður offraður á javnstøðualtarinum?

Komandi tíðin er spennandi, tí tað er jú heldur ikki vist, at tær báðar bókstavsamansetingarnar, vit hava nevnt her, bera á mál. Og rundanum ganga teir svangu úlvarnir, sum ikki fara at himprast við at bjóða løgmans- og aðrar feitar sessir til óvæntaðar síður í royndini at sleppa fram at valdinum sjálvi.

Ein áhugaverdur spurningur til umhugsunar: Man tað nakrantíð aftur fara at henda, at ein samgonga yvirlivir eitt val og sleppur at halda fram óbroytt eftir løgtingsval?

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 4023

    Lisnar síður: 14945

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 10. desember 2022

Úrslitið greitt: Javnaðarflokkurin stóri vinnarin

Stórur sigur fyri Framsókn eisini – fáa nú trý fólk á ting

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Atutt fyri midnátt hóskvøldið var úrslitið í Havn greitt, og harvið landsúrslitið fyri løgtingsvalið 2022.

Javnaðarflokkurin gjørdist størstur við 26,6 prosentum og 9 tingfólkum.

Tey eru: Aksel V. Johannesen, Ingilín D. Strøm, Djóni N. Joensen, Bjarni Hammer, Jóhannis Joensen, Eyðgunn Samuelsen, Uni H. Johannesen, Henrik Old og Margit Stórá.

Sambandsflokkurnin gjørdist næst størstur við 20,0 prosentum og 7 tingfólkum. Tey eru Bárður á Steig Neilsen, Magnus Rasmussen, Erhard Joensen, Johan Dahl, Eyðdis H. Niclasen, Kaj Leo Holm Johannesen og Helgi Abrahamsen.

Fólkaflokkurin gjørdist triðstørstur við 18,9 prosentum og seks tingfólkum. Beinir Johannesen, Bárður á Lakjuni, Árni Skaale, Jørgen Niclasen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard.

Tjóðveldi fekk 17,7 prosent og seks tingfólk: Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir, Annika Olsen og Dennis Holm.

Framsókn fær 7,5 prosent og trý tingfólk: Ruth Vang, Bjarni K. Petersen og Sólvit Nolsøe.

Miðflokkurin fekk 6,6 prosent og tvey tingfólk: Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen. 

[object Object]Ruth Vang og Framsókn fingu eitt gott val (Mynd: Jens Kr. Vang)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2022

3 Leygardagur 10. desember 2022

Bárður á Steig Nielsen: Nærkast til eg lati samráðingarrættin frá mær

Møguleikarnir fækkast, ásannar formaðurin í Sambandsflokkinum

Johan Dahl og Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er sitandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, sum sambært stýriskipanarlógini hevur rætt fyrsta at royna nýggjar samgongumøguleikar.

Men møguleikarnir fækkast, ásannar Bárður á Steig Nielsen og formaður í Sambandsflokkinum.

- Sjálvandi eru tað møguleikar, men tað er nokk rætt at teir eru smáir. Tað er truplari hjá okkum at fáa nakra samgongu uttan um Javnaðarflokkin, segði Bárður á Steig Nielsen fríggjadagin við útvarpið.

- Eg segði beinanvegin í gjár (hósdagin, -red.), at eg virði fólkaræðið. Tá tað ikki gevur meining at kanna møguleikarnar meira, gevi eg rættin frá mær, og tann tíðin nærkast sjálvandi, sigur hann.

Sambandsflokkurin fekk sjey tingsessir og Javnaðarflokkurin fekk níggju.

Aksel V. Johannesen vil fegin hava samráðingarrættin, og hann segði við Portalin hóskvøldið, at tað bleiv lítið sannlíkt ein samgonga við Javnaðarflokkinum uttan at tey fingu løgmanssessin.

Nýggju tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum høvdu fund í gjárkvøldið, og Bárður á Steig Nielsen segði seg fara at gera eina niðurstøðu aftaná tann fundin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2022

4 Leygardagur 10. desember 2022

Størstu tapararnir á løgtingsvalinum

Heðin Mortensen, sum hevði farloyvi á tingi fyri at røkja borgarstjórastarvið í Havn, misti 327 atkvøður í mun til seinasta val

Heðin Mortensen á vali í ítróttarhøllini á Hálsi í gjár (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá tað eru vinnarar á einum vali, so eru tað eisini taparar.

Størsti taparin á løgtingsvalinum hósdagin, var borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen.

Hóast Javnaðarflokkurin er ímóti dupultmandatum, so stillaði Heðin Mortensen upp til løgtingsvalið hesaferð.

Men í morgun eru tað nokk fleiri enn Heðin Mortensen sjálvur, sum ásanna, at tað kanska var betri ógjørt, tí Heðin fall við ein brest.

Á løgtingsvalinum seinast, var Heðin Mortensen fjórvaldur á javnaðarlistanum við 429 persónligum atkvøðum. Hann varð eitt nú valdur til næstformann í løgtinginum, men mátti siga hetta frá sær, tá hann varð valdur til borgarstjóra eftir kommunuvalið í 2020.

Hóast Javnaðarflokkurin hevði eitt kanónval í ár og fór fram við tveimum tingfólkum, so var Heðin Mortensen ikki nærhendis einum tingsessi í gjár. Hann endaði sum nummar 26 av teimum 36 valevnunum á javnaðarlistanum við 102 atkvøðum.

Tá bíðað varð eftir teimum seinastu úrslitunum av Argjum og úr høllini á Hálsi í Havn, hevði borgarstjórin í Havn fingið 8 (!) atkvøður kring landið. Á Argjum gjørdist hann nummar 14 á javnaðarlistanum við 9 atkvøðum og í Havn gjørdist hann nummar 10 á javnaðarlistanum við 85 atkvøðum, so at persónliga atkvøðutalið sníkti seg upp á 102 atkvøður.

[object Object]Uni Rasmussen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ein annar tapari á løgtingsvalinum í gjár var sitandi fíggjarmálaráðharri Uni Rasmussen á fólkaflokslistanum. Hann kom buldrandi inn á løgting seinast við 465 persónligum atkvøðum.

Í gjár gjørdist Uni Rasmussen nummar 12 á fólkaflokslistanum við 208 atkvøðum, og kemur sostatt ikki eingang upp á tal sum eykafólk, um Fólkaflokkurin skuldi komið í samgongu.

[object Object]Frimodt Rasmussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Á sambandslistanum eru fleiri taparar: Frimodt Rasmussen og Rósa Samuelsen mistu sínar tingsessir, og tað sama hendi við Jaspuri Langgaard og Edvu Jacobsen, ið hava sitið sum eykafólk á tingi hesa seinastu tingsetuna.

Jaspur Langgaard gjørdist júst ov stuttur, fekk 257 atkvøður hesaferð, tað eru átta atkvøður færri enn seinast.

Frimodt endaði á 9. plássi á sambandslistanum, fekk 232 atkvøður, 125 atkvøður færri enn seinast. Edva Jacobsen gjørdist nummar 10 við 201 atkvøðum, 49 færri enn seinast, og Rósa Samuelsen er nummar 11 við 200 atkvøðum, 114 atkvøður færri enn seinast.

[object Object]Páll á Reynatúgvu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Á Tjóðveldislistanum var ongin av teimum núverandi tingfólkunum, sum ikki vórðu afturvald. Beinta Løwe og Kristina Háfoss stillaðu ikki upp.

Men tað má vera tungt hjá Páll á Reynatúgvu, sum hevur sitið sum eykamaður á tingi eftir at Kristina Háfoss fór til Danmarkar og stjórastarvið í Norðurlandaráðnum, at missa 37 atkvøður og enda á 10. plássi, ið ikki gevur stórar møguleikar fyri at verða kallaður inn sum eykafólk.

Samað við núverandi øðrum eykamanni, Ingolf S. Olsen, sum 160 atkvøður í mun til seinast og endaði sum nummar 20 á tjóðveldislistanum hesaferð.

Hjá Framsókn eru næstan bara vinnarar, men Hanna Jensen er ikki longur fyrsta eykafólk á listanum. Hon endai á fimta plássi hesaferð við 82 atkvøðum færri enn seinast.

[object Object]Bill Justinussen mátti, hóast persónliga framgongd, lata sessin hjá sær til Steffan Klein Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)

Hjá Miðflokkinum fekk Bill Justinussen fram við 11 persónligum atkvøðum í mun til seinast, men hann endaði sum nummar trý á listanum hesaferð og misti sín tingsess.

[object Object]Sámal Petur í Grund fekk flest atkvøður hjá Sjálvstýri, men flokkurin fekk ikki umboð eftir at hava havt umboðan á tingi út í eitt síðan 1946 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Seinasti taparin er Kristin Michelsen, sum hevur sitið á tingi í trý valskeið, fyrst fyri Javnaðarflokkin og síðan fyri Sjálvstýri. Hann gekk aftur við 39 atkvøðum, og hevði ikki komið á ting um so var at Sjálvstýri fekk umboðan. Floksformaðurin Sámal Petur í Grund fekk seks atkvøður fleiri enn Kristin. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2022

5

Størv

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024
6 Leygardagur 10. desember 2022

10 kvinnur á tingi – enn sum áður

Tríggjar av teimum nývaldar

Ingilín D. Strøm gjørdist kvinnan, ið fekk flest persónligar atkvøður, 787 tilsamans (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

10 kvinnur eru valdar inn í nývalda løgtingið. Tað er sama tal, sum hevur sitið á tingið seinasta valskeið.

So hóast kvinnuliga umboðanin var størri á vallistunum hesaferð, so broytti tað ikki upp á talið av fólkavaldum. Og tó – á valkvøldinum seinast vórðu níggju kvinnur valdar inn, men tá Poul Michelsen segði tingsessin frá sær, gjørdist Ruth Vang fastur limur á løgtingi.

Kvinnurnar, sum eru í nýggja tinginum, eru Elsebeth M. Gunnleygsdóttir fyri Fólkaflokkin, Eyðdis Hartmann Niclasen (nývald) fyri Sambandsflokkin, Ingilín D. Strøm, Eyðgunn Samuelsen og Margit Stórá (nývald) fyri Javnaðarflokkin, Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir og Annika Olsen (nývald) fyri Tjóðveldi og Ruth Vang fyri Framsókn.

Tær kvinnurnar, ið ikki fingu afturval eru sambandskvinnurnar Rósa Samuelsen og Edva Jacobsen og so Beinta Løwe og Kristina Háfoss fyri Tjóðveldi, sum ikki stillaði upp aftur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2022

7 Leygardagur 10. desember 2022

Aksel og bróðursonurin fingu flestar atkvøður

Her er topp-10 yvir persónligar atkvøður

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, og bróðursonur hansara, Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, sum fingu flest persónligar atkvøður á løgtingsvalinum.

Aksel V. Johannesen fekk 1.961 persónligar atkvøður, og sostatt nógv flestar á valinum hesaferð. Men hetta var ikki eins nógvar og á løgtingsavalinum seinast, tá Aksel eisini var toppskorari, men tá við 2.323 atkvøðum.

Topp 10 fyri løgtingsvalið 22022 sær soleiðis út:

1. Aksel V. Johannesen (C) 1.961
2. Beinir Johannesen (A) 1.688
3. Bárður á Steig Nielsen (B) 1.355
4. Ruth Vang (F) 981
5. Ingilín D. Strøm (C) 787
6. Høgni Hoydal (E) 760
7. Bjørt Samuelsen (E) 759
8. Jenis av Rana (H) 721
9. Magnus Rasmussen (B) 713
10. Erhard Joensen (B) 528


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2022

8 Leygardagur 10. desember 2022

Byrjaði fullkomiliga av nýggjum

Eftir at hava verið virkin í Fólkaflokkinum í nógv ár fór Sólvit Nolsø úr flokkinum og stillaði upp fyri Framsókn. Nú er hann nývaldur tingmaður fyri flokkin

Sólvit Nolsø hevur ikki verið limur í Framsókn leingi, men nú er hann valdur á ting fyri flokkin (Mynd: Jógvan Jákupsson)
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Á løgtingsvalinum í 2019 fekk Framsókn 4,6 prosent og tey tingfólk vald, og á løgtingsvalinum í ár fekk flokkurin 7,5 prosent og trý fólk vald. Triði valdur er Sólvit Nolsø, sum fyri kortum meldaði seg úr Fólkaflokkinum og boðaði frá, at hann stillaði upp fyri Framsókn.

- Stóri munurin er, at eg byrjaði fullkomiliga av nýggjum. Eg havi jú verið virkin í Fólkaflokkinum í fleiri ár, og har kenni eg veljaraskaran rímiliga væl. Nú stillaði eg upp fyri ein nýggjan flokk, og tað var sum at byrja fullkomiliga av nýggjum.

Spurdur, um hann hevur hálað nakrar atkvøður við sær yvir í Framsókn sigur hann, at tað veit hann ikki. Tað er so stór óvissa um alt, at tað dugir hann ikki at siga nakað um.

Eftir valið í 2019 gjørdist Karlot Hergeirson varamaður á tingi, og hann hevur eisini verið inni eitt skeið. Hann er nólsoyingur og hevur í valstríðnum havt sum høvuðsmál, at Strandferðslan má fáa nýggj skip.

Har eru teir rættiliga samdir, sigur Sólvit. Áðrenn valið høvdu tey tosað um tað, og teir eru samdir um, at skipini hjá strandfaraflotin má endurnýggjast.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2022

9 Leygardagur 10. desember 2022

Tað riggaði at skifta flokk

Annika Olsen hevur havt eitt politiskt lív í Fólkaflokkinum, men stillaði hesaferð upp fyri Tjóðveldi og bleiv vald. Helvtin av nývaldu tingmanningini hjá flokkinum eru vágbingar

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Einaferð var hon ein av teimum stóru profilunum hjá Fólkaflokkinum, og hevur sitið á tingi, verið landsstýriskvinna og hevur verið borgarstjóri í Havn fyri Fólkaflokkin.

Men aftan á fólkatingsvalið 31. oktobur í ár var ein uppgerð í Fólkaflokkinum, og nøkur fólk meldaðu seg út úr flokkinum. Ein av teimum var Annika Olsen. Seinri var greitt, at hon stillaði upp fyri Tjóðveldi.

Nú er úrslitið greitt, og Annika Olsen er vald á ting sum nummar fimm við 335 atkvøðum. Tað var ein týðuliga rørd nývald tingkvinna, sum kom í Norðurlandahúsið, eftir at úrslitið var greitt.

Vit spurdu hana, um hon hevur fingið veljarar við sær, tá hon hevur skift flokk. Til tað svarar hon játtandi. Hon sigur seg vera takksama fyri sínar trúgvu veljarar, og fyri teir nýggju veljararnar, sum hon hevur fingið í Tjóðveldi. Tilsamans var tað rakk tað til ein sess.

Hon er vágbingur, og tað sama eru Sirið Stenberg og Dennis Holm, sum eisini vórðu vald á ting fyri sama flokk. Soleiðis er helvtin av manningini hjá Tjóðveldi vágbingar, og so ber ikki longur til at siga, at Tjóðveldi er ein havnarflokkur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2022

10 Leygardagur 10. desember 2022

Sjálvstýri heldur fram uttan fyri løgtingið

Sjálvstýri fekk ikki umboðan á tingingunum hesaferð. Sámal Petur í Grund, formaður, sigur, at flokkurin nú fer at halda fram uttantings

Sámal Petur í Grund heldur, at fólk eru rættiliga flokstrúgv. Tey flestu eru samd við Sjálvstýri um, at Føroya ikki eiga at gera nýggjan fiskivinnusáttmála við Russland (Mynd: Jógvan Jákupsson)
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Sjálvstýrisflokkurin hevur verið partur av føroyskum politikki síðan 1906, tá ið vit fingu sonevnda flokkbýtið. Tá komu Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin til sjóndar, og síðan hevur føroyskur landspolitikkur verið eyðkendur av politiskum flokkum.

Nú hevur løgtingsval júst verið, og úrslitið er greitt; við 2,7 prosentum av atkvøðunum var Sjálvstýrisflokkurin frá 1906 – nú gongur hann undir stytta navninum Sjálvstýri – ov stuttur til at fáa tingmann valdan.

Vit hava spurt formannin Sámal Petur í Grund, um gamli Sjálvstýrisflokkurin nú er farin í søguna. Til tað svarar formaðurin noktandi.

- Vit eru nøgd við valstríðið hjá okkum. Men tað sær út til, at fólk eru øgiliga flokstrúgv.

Sámal Petur í Grund nevnir m.a. støðuna, sum Sjálvstýri hevur havt um sáttmála við Russland. Sum einasti flokkur hevur flokkur sagt nei til at gera nýggjan sáttmála við Russland, so leingi sum kríggj er í Ukraina.

- Tá vit hava tosað við fólk, so eru tey flestu samd. Men tað hevur ikki verið nóg mikið til at fáa tey at velja okkum. So tey eru rættiliga flokstrúgv.

- Nú fara vit at evaluera úrslitið og taka støðu til, hvat vit gera frameftir. Í fyrstu syftu fara vit at vera virkin politiskt uttanfyri tingið. So fara vit at taka støðu til, hvussu vit gera til løgtingsval og onnur val í framtíðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2022

11 Leygardagur 10. desember 2022

Allar samrøðurnar frá valkvøldinum

Vit prátaðu við flestu oddafólkini í Norðurlandahúsinum tá valúrslitið varð greitt

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Portalurin var til staðar í Norðurlandahúsinum tá endaliga úrslitið frá løgtingsvalinum kom, og fekk orðið á flestu oddafólkini umframt onnur tingfólk sum fingu álitisváttan frá veljarunum.

Allar samrøðurnar finnast á videoyvirlitinum á Portalinum her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2022

12 Leygardagur 10. desember 2022

Nógv flest peika á Aksel sum løgmann

Hvør skal vera løgmaður: Nú eru fleiri, ið peika á Beinir Johannesen enn á Høgna Hoydal

Aksel V. Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Tað er framvegis Aksel V. Johannesen, sum er fólksins besta boð um ein komandi løgmann eftir valið hósdagin.

Tá Spyr.fo mándagin spurdi 800 veljarar, hvat tey fóru at velja til løgtingsvalið, varð eisini enn einaferð settur spurningur um hvønn av verandi forfókum tey ynskja til løgmann ella -kvinnu.

Enn sum áður er tað formaðurin hjá Javnaðarflokkinum, sum er toppskorari. Meira enn triðji hvør veljari, 35,7 prosent svara, at tey halda, at Aksel V. Johannesen skal verða løgmaður.

Hetta er nakað tað sama sum til seinastu kapping. Eisini undirtøkan fyri sitandi løgmanni, Bárði á Steig Nielsen, er nakað tann sama.

Hinvegin er tað nú hent, at alt fleiri hava fingið eyguni upp fyri møguleikanum fyri at ungi formaðurin hjá Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, verður løgmaður.

Beinir verður nú viðmæltur av fleiri veljarum enn tey, sum peika á Høgna Hoydal, formann Tjóðveldis.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2022

13 Leygardagur 10. desember 2022

Hvat hendur aftan á valið?

Eftir løgtingsvalið verður nýggj samgonga helst skipað, sum vit hava siðvenju fyri í Føroyum

Økið uttanfyri løgtingið er í løtuni eyðkent av, at arbeitt verður við at gera okkurt, sum skal minna um Havnará. (Mynd: Jógvan Jákupsson)
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Løgmaður og landsstýrisfólk fara ikki frá, hvørja ferð ið løgtingsval verður hildið. Tey vera sitandi, til tey annaðhvørt siga seg úr starvi ella verða søgd úr starvi.

Løgmaður er tann myndugleiki, sum kann siga landsstýrisfólk úr starvi. Løgtingið er tann myndugleiki, sum kann siga løgmann úr starvi. Men so leingi, sum løgmaður ikki hevur meiriluta ímóti sær, kann hann vera sitandi. Tað eitur negativ parlamentarisma.

Samgonga og andstøða
Í Føroyum hava vit siðvenju fyri at skipa meirilutasamgongur við minst 17 tingfólkum. Tað er júst nóg mikið til, at samgongan hevur nóg nógvar atkvøður í tinginum, til álítandi at fáa lógaruppskot samtykt og gjørd til lóg.

Samgongur verða skipaðar við, at politiskir flokkar taka seg saman og gera avtalur um m.a. hvør politikkur ið skal førast, og hvussu álitissessir bæði í tinginum og í landsstýrinum skulu mannast.

Tá úrslitið av valinum er greitt, sæst eisini, hvussu samgongur kunnu skipast. Tá snýr tað seg bæði um, hvønn politikk flokkarnir hava, og hvussu flokkar kunnu setast saman, soleiðis at mann kemur upp á minst 17 tingfólk.

Samgongusamráðingar
Verður løgmaður fyribils sitandi, so liggur bólturin fyrst hjá honum, ið hvussu so er fyribils. So leingi, sum hann ikki hevur meiriluta ímóti sær, kann hann royna at tosa við aðrar flokkar og royna at gera landsstýrissamgongu. Aðrir flokkar kunnu tó samráðast rundan um hann og gera avtalu um samgongu.

Tað kann eisini henda, at løgmaður sigur sessin frá sær. Tá hevur stýrisskipanin eina mannagongd við, at formaðurin á løgtingi boðar flokkunum á tingi til eina ávísa samráðingartilgongd. Við tí mannagongdini skal tingformaðurin leggja uppskot fyri tingið um løgmann.

Samráðingar um samgongu plaga í Føroyum at føra til, at flokkarnir gera eina skrivaða avtalu. Tað nevna vit eitt samgonguskjal. Samgonguskjøl verða vanliga undirskrivað á almennum fundi í Tinganesi, og tey verða eisini almannakunngjørd í miðlunum.

Samstundis sum samgonga verður skipað, verður avtala eisini gjørd um, hvussu ymsir álitissessir skulu mannast. Tað er, hvør ið skal vera løgmaður og landsstýrismenn, umframt formansskapurin í tinginum, ymsar nevndir í tinginum og í Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2022

14 Leygardagur 10. desember 2022

Stytta arbeiðsvikuna niður í fýra dagar

Hjá Wenzel og Bilrøkt eru tey framman fyri politikararnar. Avgerð er tikin um, at stytta arbeiðsvikuna niður í fýra dagar, men starvsfólkini fáa kortini somu løn

Rúni Djurhuus, Høgni Eysturoy, Teitur Johanesen og Heðin Weihe (Mynd: Wenzel)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hjá Wenzel og Bilrøkt eru tey frammanfyri politikararnar, sum í hesum døgum lova at stytta arbeiðsvikuna.

Samtakið boðaði í vikuni frá, at verkstøðini hjá Wenzel og Bilrøkt hava opið mánadag til hósdag frá klokkan 8 til 17, og stongt fríggjadag. Hetta verður galdandi frá januar 2023.

- Vit vita, at samfelagshjólini mala skjótt, og at nógvar familjur liva hamstaralívið, har tað er trupult at fáa gerandisdagin at hanga saman.

- Leiðslan á Wenzel hevur tí avgjørt, at arbeiðsvikan á verkstøðunum frá 1. januar 2023 verður stytt niður í 4 dagar. Starvsfólkini fara sostatt at arbeiða 4 dagar og hava frí 3 dagar um vikuna, men við somu løn, verður sagt.

- Úr kanningum uttanlands hava vit sæð, at ein styttri arbeiðsvika gevur minni strongd, men eisini effektivari starvsfólk, og tí er hugsanin, at vit arbeiða færri tímar, men náa sama arbeiði. Tískil er vónin eisini, at hetta fer at geva viðskiftafólki okkara eina betri uppliving, tí starvsfólkini fáa enn størri yvirskot í arbeiðsdegnum.

Søludeildirnar á Wenzel og Bilrøkt fara tó enn sum áður at hava opið mánadag til fríggjadag.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2022

15 Leygardagur 10. desember 2022

1 ár og 8 mánaða fongsulsrevsing fyri neyðtøku

Ein 25 ára gamal maður er í Føroya Rætti dømdur 1 ár og 8 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava neyðtikið tvær gentur

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Maðurin var ákærdur fyri at hava skaffað sær samlegu við genturnar við at nýta harðskap.

Neyðtøkurnar vóru framdar í 2018 og 2019. Í báðum førum vóru neyðtøkurnar meldaðar til politiið, tá ið ein tíð var fráliðin, síðan brotið var framt.

Ákæra varð reist eftir neyðtøkuásetingini, sum var galdandi, tá brotini fóru framd. Revsingin er av tí sama ásett eftir áður galdandi neyðtøkuáseting og ikki sambært nýggju neyðtøkuásetingini um samtykki, sum kom í gildi 1. juni í ár, og sum m.a. herðir revsingina fyri neyðtøku.

Maðurin kærdi dómin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2022

16
Leygardagur 10. desember 2022

Deiligt at sigla saman við føroyingum

Tað var gott at sigla úti, síggja nakað av stóru verð og uppliva at sigla saman við monnum frá ymiskum londum. Men eg var eitt sindur troyttur av tí, og síðani 2020 havi eg verið skipari á Akranesi hjá Smyril Line, sigur Sofus Lognberg

Sofus Lognberg (Mynd: Torleif Joensen / Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

“Ude er godt, men hjemme er bedst,” sigur danska orðtakið. Tað kann skiparin á Akranesi skriva undir uppá. Eftir mong ár á útlendskum kjøli, siglir hann nú á føroyskum kjøli, og tað hevur verið ein góð uppliving.

- Tað var gott at sigla úti, síggja nakað av stóru verð og uppliva at sigla saman við monnum frá ymiskum londum. Men eg var eitt sindur troyttur av tí, og síðani 2020 havi eg verið skipari á Akranesi hjá Smyril Line, og tað hevur verið ein sera góð tíð. 

Tað sigur skiparin á Akranesi, Sofus Lognberg.

- Tað er hugaligari at sigla saman við føroyingum; tosa føroyskt, hava føroyskt reiðarí og koma í føroyska havn. Nú kann familjan vitja umborð, tá vit eru á Havnini, og tað styttir um tær fýra vikurnar, vit eru umborð. Harafturat skifta vit fólk á Havnini, sigur hann.

- Eitt annað, sum eisini er hugaligari við at sigla her, er tann sosiala samveran, og so jólapakkarnir og jólahaldið umborð. Síðstu jól var eg umborð, og tá fekk eg, millum annað, einar góðar føroyskar ullintar hosur í pakkanum frá sjómanskvinnuringunum. Hosurnar nýti eg enn, sigur Sofus fegin.

Sofus rósti arbeiðinum hjá sjómansmissiónini og takkar fyri pakkarnar, sum sjómanstrúboðarin var umborð við hóskvøldi í farnu viku.

[object Object]
(Mynd: Torleif Joensen / Sjómansmissiónin)

[object Object]
(Mynd: Torleif Joensen / Sjómansmissiónin)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2022

17
Leygardagur 10. desember 2022

Føroyar og Ísland gjørt fiskiveiðiavtalu fyri 2023

Sama avtala sum fyri 2022. Fiskiveiði­samráðingarnar millum Føroyar og Ísland hava higartil altíð verið á politiskum stigi, men við nýggja sáttmálanum verður lagt upp til, at tær fara at vera á embætismannastigi

Árni Skaale (Mynd: Kiran Jóanesarson / Fiskur.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar og Ísland hava gjørt avtalu um fiskiveiðiavtalu fyri 2023. Avtalan varð gjørd á fundi 6. desember 2022 millum Árna Skaale, fiskimálaráðharra, og Svandís Svavarsdóttir, matvørumálaráðharra.

Avtalan, sum er tann sama sum avtalan fyri 2022, ber í sær, at føroysk skip eins og árini framman undan kunnu fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í íslendskum sjógvi og íslendsk skip uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi.

Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan eins og áður verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu. Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi 5 prosent av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, men tó í mesta lagi 30.000 tons.

Atgongdin at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram sum undanfarin ár. Hetta merkir, at londini kunnu fiska hesar kvotur í síni heild inni hvør hjá øðrum. Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum; hetta er eisini óbroytt í mun til undanfarin ár.

Føroyar og Ísland hava í heyst skrivað undir ein rammusáttmála, sum skipar fiskiveiðisamstarvið millum londini av nýggjum. Sáttmálin kemur ístaðin fyri semjuna landanna millum frá 1976 og fær gildi, tá Løgtingið og Altingið hava tikið undir við honum.

Fiskiveiði­samráðingarnar millum Føroyar og Ísland hava higartil altíð verið á politiskum stigi, men við nýggja sáttmálanum verður lagt upp til, at tær fara at vera á embætismannastigi. Um Løgtingið og Altingið taka undir við rammusáttmálanum, verður fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland fyri 2023 sostatt tann seinasta, sum er gjørd á politiskum stigi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2022

18
Leygardagur 10. desember 2022

Føroyar gjørt avtalu við Noreg um fiskiveiðiavtalu

Hóast toska- og hýsukvotan í norskum sjógvi lækkar munandi komandi ár, vóru londini sinnað at varðveita núverandi støði í avtaluni

Andras Kristiansen frá Fiskimálaráðnum skrivar undir vegna Føroyar
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar og Noreg gjørdu mikudagin avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2023. Hóast toska- og hýsukvotan í norskum sjógvi lækkar munandi komandi ár, vóru londini sinnað at varðveita núverandi støði í avtaluni.

Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi í 2023 verða 4.945 tons av toski, 1.100 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum. Hetta eru óbroyttar kvotur í mun til 2022.

Norsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2023 vera eisini óbroyttar í mun til 2022. Kvotan av longu og blálongu verður 3.000 tons, og kvotan av brosmu verður 1.500 tons. Kvotan av øðrum fiskasløgum verður 800 tons. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum, verður eisini óbroytt 6.600 tons.

Umframt kvotabýtið fáa føroysk skip atgongd at fiska tosk og hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Russland, í norskum sjógvi. Føroyar kunnu samanlagt flyta 6.250 tons av botnfiskakvotuni í Russlandi í norskan  sjógv at fiska. Talan er um eina øking á 2.260 tons í mun til í 2022. Afturfyri verður norska atgongdin at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi í 2023 50.000 tons. Hendan atgongdin var 31.920 tons í 2022.

Noreg var vertur fyri samráðingunum hesaferð, og vóru samráðingarnar hildnar í Oslo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2022

19
Leygardagur 10. desember 2022

Føði til toskalarvur ávirkar tilgongdina

Tilgongdin til toskastovnin á landgrunninum broytist nógv frá einum ári til annað. Flestu ár síðani 2005 hevur tilgongdin verið sera vánalig, og hon er í stóran mun tengd at nøgdini av hóskandi føði til larvur og yngul, áðrenn fiskurin tekur botn

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyski toskastovnurin er regluliga blivin kannaður seinastu 60 árini. Í juni 1983 fór Havstovan undir at gera ein regluligan yngultúr, har nøgdir av m.a. toskayngli verða kannaðar og í apríl 1997 varð fyrsti regluligi kanningartúrur av larvum gjørdur. Í eitt áramál vórðu magakanningar av knapt 5.000 toskalarvum og -yngli gjørdar fyri at vita, um føði í larvu- og/ella yngulstiginum kann ávirka tilgongdina til stovnin. Ein umfatandi greining av hesum kanningum er nú útgivin í tveimum greinum í tíðarritinum Marine Biology.

Fyrra greinin, sum kom út í 2020 lýsir, hvat toskalarvur og -yngul á føroyska landgrunninum eta. Fyrstu tíðina hjá larvuni er føðin evarska smátt djóraæti og so hvørt sum fiskurin veksur út á várið og summarið, tekur hann størri og størri føði.

[object Object]
Fyrstu umleið 3 mánaðarnar livir toskalarvan/yngulin uppi í sjónum og etur djóraæti. Ta fyrstu tíðina tekur tann lítla larvan evarska smátt djóraæti, men so hvørt sum fiskurin veksur, tekur hann størri og størri føði. Av tí at larvurnar duga illa at svimja, má føðin koma rættiliga tætt at larvuni, fyri at tær skulu megna at gloypa henni. Hetta merkir at rættiliga nógv av føði má vera uttan um larvurnar. Fongdýra-tættleiki og ’timing’ hava sostatt stóran týdning fyri vøkstur og yvirlivilsi, men eisini fongdýra-góðska, t.e. slag og stødd hava týdning

Í greinini verður víst á, at toskalarvurnar eru úrveljandi, tá tær eta. tvs. at fongdýragóðska t.e. slag og stødd hava týdning. Harumframt verður víst á, at larvur, ið eru 1-2 mánaðar gamlar, eru í stórum vanda fyri ikki at hava nóg mikið av føði. 

Í seinnu greinini, sum júst er útgivin, verður víst á, at tal á toskalarvum beint eftir gýting er nær tengt at støddini av gýtingarstovninum. Tískil er tað av stórum týdningi at hava ein burðardyggan gýtingarstovn. Ein stórur gýtingarstovnur er tó ikki nøkur trygd fyri, at tilgongdin verður stór. Deyðiligheitin í larvu- og yngulstigunum er sera stór og sveiggjar nógv.

[object Object]
Tað er eitt gott samband ímillum dagliga deyðan frá larvu til yngul og gróðurin á Landgrunninum (R = 0.73)

Nýggja greinin vísir, at tilgongdin er tengd at yvirlivilsinum frá larvu til yngulstig, og at yvirlivilsi er treytað av mongdini av tøkari føði. Tað er gróðurin um várið, sum ger av, hvussu nógv er av føði til toskalarvurnar. Nýggjasta greinin kann lesast her.

Havstovan

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2022

20 Leygardagur 10. desember 2022

Nýggj grein um kensluna av at hoyra heima í oyggjasamfeløgum

Greinin, sum Erika Anne Hayfield og Helene Pristed Nielsen á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum hava útgivið, viðger, hvussu hendan kenslan kann vera øðrvísi ella hava annan týdning, tá ein býr eitt stað, har atgongd til arbeiðsmarknað, útbúgving, heilsuverk og keypsmøguleikar er meira avmarkað samanborið við í býum

(Mynd: Setur.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Erika Anne Hayfield og Helene Pristed Nielsen á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum hava útgivið grein í tíðarritinum Island Studies Journal við heitinum “Belonging in an aquapelago: Island mobilities and emotions”.

Greinin snýr seg um at kensluna av at hoyra heima í oyggjasamfeløgum og tekur støði í gransking frá oyggjunum, Suðuroy og Læsø.

Greinin viðger, hvussu hendan kenslan kann vera øðrvísi ella hava annan týdning, tá ein býr eitt stað, har atgongd til arbeiðsmarknað, útbúgving, heilsuverk og keypsmøguleikar er meira avmarkað samanborið við í býum. Hon sprettir úr einari verkætlan, sum høvundarnir gjørdu í 2019, og sum upprunaliga snúði seg um búsetingingar- og arbeiðsmøguleikar í útjaðaraøkjum.

Í samrøðunum gjørdist tað tó greitt, at hóast verkætlanin snúði seg um búseting og arbeiði, hevði tað stóran týdning fyri luttakarar at tosa um kensluna av at hoyra til í ávikavist Suðuroy og Læsø.

Harumframt fyllir flytføri sera nógv, tá ein býr í oyggjum. Hesar partar av tilfarinum hava Erika og Helene nú greinað av nýggjum fyri at síggja leiklutin, sum kenslur og flytføri hava, tá fólk velja heimstað.

Í greinini vísa Erika Anne Hayfield og Helene Pristed Nielsen á, hvussu val av heimstaði snýr seg um annað enn fíggjarligan rationalitiet ella demografiska menning. Granskararnir vóna, at greinin vísir á viðurskifti, sum vanliga ikki verða eyðmerkt við modellum, tí fólk velja ofta heimstað við hjartanum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2022

21
Leygardagur 10. desember 2022

Áheitan frá Sjóvinnustýrinum: Tryggið landgongdirnar

Tað er tilvildarligt hvussu leytarar og landgongdir verða settar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í sambandi við syrgiligu deyðsvanlukku 27. november, har maður við Ametyst varð funnin druknaður skamt við skipið, meðan tað lá við vestaru bryggju í Havn, hevur Sjóvinnustýrið kannað umstøðurnar kring vanlukkustaðið, og gjørt nakrar eygleiðingar um landgonguumstøður sum heild.

Enn er eingin vissa fingið fyri, hví og hvar maðurin datt á sjógv og druknaði. Eisini var net spent út undir leytaran á Ametyst.

Men Sjóvinnustýrið staðfestir, at tað yvirhøvur kann vera rættiliga tilvildarligt, hvussu leytarar og landgongdir verða settar. Skip eru ymisk, og kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. til fiskiskip ásetur nakrar leiðreglur at halda seg til.

Her ein stutt vegleiðing til, hvussu leytarar skulu setast:

  1. Landgongdin skal vera stabil við styttum og reipi væl sett og spent upp
  2. Landgongdin skal vera væl fest í skipið og skal helst setast í dekkshædd, har tað ber til
  3. Landgongdin skal vera trygg at ganga á, m.a. skal undirlagið verða gliðtrygt
  4. Hallið á landgongdiniskal helst ikki vera meira enn 30 stig
  5. Net skal spennast út undir landgongdina, so eingin kann detta niður ímillum
  6. Gott ljós skal vera við landgongdina

Sjóvinnustýrið metir tað vera sera umráðandi, at fokus verður sett á hettar økið, og tí heitir Sjóvinnustýrið á skiparar, sjófólk, reiðarar, skipasmiðjur, klassa, havnaskrivstovur og fólk, ið annars hava við skip at gera, um at gera vart við umstøður, ið ikki tykjast tryggar, so at skipari og/ella reiðari kunnu syrgja fyri, at umstøðurnar hjá manning og viðskiftafólki at ganga til og frá skipinum eru so tryggar sum yvirhøvur til ber.

Her eru tvey dømi um tryggar landgongdir:

[object Object]

[object Object]

Her er togverkið ikki nóg stramt, einki net, og arbeiðsútgerð liggur við landgogndina. Eisini er langt ímillum skip og kai:

[object Object]

Her er vinkulin meira enn 30 stig, einki net, og togini eru leys:

[object Object]

Landgongdin á Ametyst við trygdarneti: 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2022

22 Leygardagur 10. desember 2022

Skansi Offshore og Equinor undirskriva enn ein langtíðarsáttmála

Skansi Offshore hevur vegna veitingarskipið Torsborg undirskrivað eina langtíðaravtalu við orkufelagið Equinor

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Sáttmálaskeiðið byrjar beinanveg og tryggjar Torsborg arbeiði fram til 31. januar 2026, við møguleika at leingja í trý ár. Torsborg fær battarískipan setta í, og verður sostatt triðja skipið hjá Skansi, sum hevur battarískipan boðar Skansi Offshore frá.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2022

23 Leygardagur 10. desember 2022

Dan Djurhuus nýggjur fíggjarleiðari á Strandferðsluni

44 ára gamli Dan Djurhuus hevur seinasta hálva árið verið virkandi fíggjarleiðari

(Mynd: ssl.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Dan Djurhuus er settur sum nýggjur fíggjarleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins, boðar Strandferðslan frá í tíðindaskrivi.

Dan er 44 ára gamal, ættaður úr og búsitandi í Vági. Hann er upprunaliga bankalærdur í Bank Nordik og starvaðist í mong ár sum vinnukundaráðgevi í bankanum. Umframt bankaatstøðina hevur Dan staðið HD 1 og HD 2 í fíggjarligari ráðgeving. Hann hevur eisini royndir sum virkin eigari í vinnuligum virksemi.

Síðani í fjør hevur hann verið kontrollari á fíggjardeildini hjá Strandferðsluni ,og seinasta hálva árið hevur hann verið virkandi fíggjarleiðari.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2022

24 Leygardagur 10. desember 2022

Úr Liverpool á Setrið at granska í miðaldarbókmentum

Helen Frances Leslie-Jacobsen er sett í starv sum lektari í miðaldarbókmentum og skaldskapi á manna munni á Føroyamálsdeildini á Setrinum

(Mynd: Brynhild Thomsen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Helen Frances Leslie-Jacobsen er sett í starv sum lektari í miðaldarbókmentum og skaldskapi á manna munni á Føroyamálsdeildini á Setrinum.

Helen er fødd í Liverpool og hevur MA-útbúgving í enskum bókmentum frá universitetinum í Durham og MA-útbúgving í miðaldarbókmentum frá Háskóla Íslands (2009).

Hon skrivaði ph.d.-ritgerð á universitetinum í Bergen um fornaldarsøgur og hevur skrivað fleiri greinir um miðaldarskaldskap og handrit úr Norðurlondum í miðøld. Hon dugir norskt, íslendskt, norrønt og skilir føroyskt bæði munnliga og skrivliga.

Nú Helen Frances Leslie-Jacobsen flytur til Føroya, fer hon at leggja seg eftir at samskifta á føroyskum og læra seg føroyska úttalu betur. Seinnu árini hevur hon búð í Noregi, og í løtuni er hon í starvi sum granskari á universitetinum í Bergen, har hon m.a. leiðir tvær granskingarverkætlanir. Onnur er um føroysk kvæði, sum hava hennara stóra áhuga, og hin er um m.a. norsk lógarverk í miðøld.

Umframt granskingina og bókmentirnar er tað kærleikin, sum dregur Helen til Føroya. Maður Helen er føroyingur, og tað er kanska vert at nevna í hesum sambandi, at hann er abbasonur Mortan Nolsøe, professara, sum á sinni tók stig til stóra savnið við upptøkum av kvæðum, skjaldrum og søgum á Føroyamálsdeildini.

- Eg søkti hetta starvið, tí eg helt tað og Føroyamálsdeildina passa sum fótur í hosu til míni granskingaráhugamál. Tað eru ikki mong støð í heiminum, har tú kanst granska og undirvísa í skaldskapi av mannamunni, kvæðum og miðaldarbókmentum. Maður mín er eisini føroyingur og býr í Hoyvík, so hetta var somuleiðis ein møguleiki at sameina míni professionellu og persónligu áhugamál, sigur Helen.

Granskingarverkætlanin um føroysk kvæði, har Sjúrðarkvæði er í miðdeplinum, fer væntandi at kasta tvær bøkur av sær, greiðir Helen frá og leggur aftrat, at hon eisini ætlar sær at halda fram við sínum arbeiði við lógarmentanini, sum valdaði her á landi í miðøld, tá hon byrjar í starvi sínum.

- Eg fara at byggja á og víðka um míni granskingarnetverk, har eg í fyrsta lagi fari at arbeiða við kvæðum og gomlum handritum, men eg haldi fram við at arbeiða við lógarbókunum, sum eg havi fingist við í Noregi. Eg gleði meg at undirvísa í miðaldarbókmentum á Føroyamálsdeildini og vóni, at tey lesandi fara at halda, at hetta er eitt áhugavert íkast aftrat skeiðunum, sum eru á skránni, sigur Helen Frances Leslie-Jacobsen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2022

25 Leygardagur 10. desember 2022

Tvær havgranskingarverkætlanir fingið stuðul

Ein fær 3,9 milliónir krónur, og hin fær góðar 2,8 milliónir

(Mynd: Gransking.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Faknevndin fyri skránna um havgransking í Norðuratlantshavi hevur játtað 6,8 mió. kr. til tvær nýggjar verkætlanir.

Talan er um annað játtanarumfarið frá granskingarskránni, sum danska stjórnin hevur játtað stuðul til í tíðarskeiðnum 2020-2023. Endamálið við skránni er at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi.

Verkætlanirnar fevna um ph.d., post.doc. og masterlesandi og hava luttakarar frá stovnum í Grønlandi, Føroyum og Danmark. Tað komu átta umsóknir til freistina 25. august, skrivar heimasíðan hjá Granskingarráðnum.

Sum áður nevnt, fingu tvær verkætlanir stuðul. Ein fær 3,9 milliónir krónur, og hin fær góðar 2,8 milliónir.

Verætlanirnar, sum hava fingið stuðul, eru:

BlueCea - Tracing the fate of Macroalgae with a focus on blue carbon processes in sub-arctic North Atlantic fjord ecosystems and beyond
Verkætlanarleiðari: Nadescha Zwerschke
Samstarv millum Grønlands Naturinstitut, Deildina fyri Ecoscience á Aarhus Universiteti, Fiskaaling, TARI – Faroe Seaweed og Havstovuna.
Játtan: 3.899.358 kr.

ClimeFishLink - Linking 80 years of variation in fish growth to climatic effects on food webs, temperature and field metabolic rates using otolith microchemistry
Verkætlanarleiðari: Peter Grønkjær
Samstarv millum Deildina fyri Lívfrøði á Aarhus Universiteti og Havstovuna.
Játtan: 2.844.921 kr.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2022

26 Leygardagur 10. desember 2022

185.000 krónur savnaðar inn til Skótahjálpina

Í ár fer stuðulin frá Skótahjálpini til Land of Hope og Skúlan á Trøðni

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á hvørjum ári koma skótar á gátt hjá fólki og bjóða seg fram til at gera einahvørja fyrifalland uppgávu, so sum at dustsúgva, lúka, baka, leggja klæði saman, vaska bil, keypa inn, spula tún ella annað smáarbeiði, sum tørvur er á og sum skótarnir megna. Fyri arbeiðið fáa tey nakrar krónur til skótahjálpina, og innsavnaði peningurin fer til eina barnahjálparverkætlan í Føroyum og til eina uttanlands.

Í ár fer stuðulin til Land of Hope og Skúlan á Trøðni.

Land of Hope stríðist ímóti barnaheksaákærum, ið hvørt ár hava við sær útblaking, pínslu og í ringasta føri dráp á børn í túsundatal í Nigeria.

Hjálparfelagsskapurin Land of Hope varð settur á stovn í 2012 og hevur bústað í Aarhus og í Akwa Ibom, Nigeria.

Skúlin á Trøðni er einasti serskúlin í Føroyum. Har ganga næmingar, sum ikki kunnu fáa nøktandi undirvísing í nærumhvørvinum. Á skúlanum ganga áleið 50 næmingar. Málið er at gera næmingarnar so sjálvstøðugar og sjálvbjargnar sum gjørligt og betra teirra samskifti við onnur, soleiðis at teir kunnu virka í samfelagnum, bæði í skúlanum og uttan fyri skúlagátt.

Umstøðurnar á skúlanum eru góðar, men í sjálvum skúlagarðinum vænta spæliaktivitetir. Stuðulin frá Skótahjálpini verður eitt ískoyti til ein upplivingarríkan og innbjóðandi skúlagarð við spæliaktivitetum, har møguleiki er fyri at menna og stimbra kropsligu førleikarnar og at fáa sansaligar spennandi avbjóðingar og upplivingar.

Til Skótahjálpina í ár hava skótarnir savnað inn áleið 185.000 krónur, og fingu Land of Hope og SKúlin á Trøðni 65.000 krónur hvør, skrivar Skótahjálpin í tíðindaskrivi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2022

27 Leygardagur 10. desember 2022

Uppihaldsøkið á Glaðsheyggi dagført og uppraðfest

Fitnessútgerðin á Glaðsheyggi er nú dagførd, umframt at økið er uppraðfest við spæliútgerð

Útgerðin trongdi nú til at verða dagførd, og nú er arbeiðið gjørt.
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nógv fólk brúka býin og uppihaldsøkini í Havn. Seinnu árini eru familjurnar í størri mun eisini farnar at brúka uppihaldsøkini í býnum til at stytta sær um løturnar, í staðin fyri einans at halda seg til sítt nærumhvørvi.

Fyri fáum árum síðani varð fríøkið á Glaðsheyggi útgjørt við fitness-reiðskapi, soleiðis at fólk kundu steðga á á gongutúrinum og røra seg á annan heilsugóðan hátt.

Útgerðin trongdi nú til at verða dagførd, umframt at ynski var um at uppraðfesta økið við spælireiðskapi, soleiðis at børn og familjur í størri mun kunnu njóta gleði av økinum, og soleiðis at miðbýurin hevur enn eitt tilboð til barnafamiljurnar í kommununi.

Nú er so økið liðugt. Tað er danska fyritøkan Uniqa saman við feløgunum NDO Supply og Havin hava staðið fyri arbeiðnum.


[object Object]Ð
[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2022

28 Leygardagur 10. desember 2022

Nýggj tónleikahøli til musikkskúlan í Tofta skúla

Avhendingarskjalið varð undirskrivað týsdagin – eftir ætlan verða nýggju hølini sýnd fram fyri almenninginum í januar, tá ið Musikkskúlin skipar fyri einum tónleikatiltaki

(Mynd: Nes kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í vikuni varð avhendingarskjalið uppá nýggju tónleikahølini í Tofta skúla undirskrivað.

Fyri byggifyritøkuna KBH undirskrivaði Helgi Johannesen, stjóri, og fyri Nes kommunu Súni í Hjøllum, borgarstjóri.

Tað er Karl Johannesen, byggifrøðingur, sum vegna KBH hevur havt byggileiðsluna av arbeiðnum, og teknistovan í Gøtu við Henning Olsen og Jens Klæmint Jacobsen hevur havt um hendi projektering og eftirlit vegna Nes kommunu.

Kommunan skrivar, at arbeiðið hevur gingið væl eftir umstøðunum, og eru partarnir sera væl nøgdir við úrslitið.

Tað var í summar, at farið varð undir at umbyggja gamla køkin í 1981-bygninginum til tónleikahøli ætlað musikkskúlanum. Talan er um eina gólvvídd á umleið 110 fermetrar. Gjørd eru fýra venjingarrúm, harav tey trý hava dragihurðar ímillum, so til ber at hava samanspæl í einum størri høli. Eisini er eitt høli við tekøki, har starvsfólk og næmingar kunnu savnast.

Eftir ætlan verða nýggju hølini sýnd fram fyri almenninginum í januar, tá ið Musikkskúlin skipar fyri einum tónleikatiltaki.

– Endamálið hjá Musikkskúlanum er at vekja ans fyri tónlistini. At menna tónlistarligu gávur næminganna og í aðramáta at leggja støði undir einum ríkum tónleikalívi; eitt nú við samanspæli, sangi, fyrireika konsertir og spæla til ymisk almenn endamál, sigur Tóri R Jacobsen er leiðari í Nes Sóknar Musikkskúla.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2022

29 Leygardagur 10. desember 2022

Anna Malan fær skriviuppihald á Setrinum

Anna Malan Jógvansdóttir er ein av seks rithøvundum, sum hava fingið legat frá Velux-grunninum, sum hevur til endamáls at fremja samrøðu millum hugvísindi og listaligt arbeiði og at stimbra fagurbókmentirnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Velux-grunnurin hevur eina royndarverkætlan, sum hevur til endamáls at fremja samrøðu millum hugvísindi og listaligt arbeiði og at stimbra fagurbókmentirnar. Í tí sambandi letur grunnurin legat til rithøvundar at brúka til skriviuppihald, og Anna Malan Jógvansdóttir hevur nú fingið legatið, sum merkir, at hon fær skriviuppihald á útbúgvingini Listaligt arbeiði á Føroyamálsdeildini á Setrinum.

- Eg gleði meg til at vera partur av einum lesandi og skrivandi felagsskapi, har eg kann rannsaka, hvussu vit sum menniskju gera transaktiónir við súmbolum og virðum gjøgnum ritlistina. Vónandi fer tað at geva mær størri innlit í mítt egna bókmentaliga arbeiði, umframt hvat skaldskapur hevur at týða fyri onnur, sigur hon á heimasíðuni hjá Velux-grunninum.

Grunnurin hevur í royndartíðini samstarv við seks hugvísindaligar stovnar, og í ár er samstarvið víðkað við Fróðskaparsetrinum og universitetinum í Grønlandi. Hvør stovnur hevur høvi til at senda tvær umsóknir, sum verða skrivaðar í samstarvi millum ein rithøvund og ein granskara á viðkomandi stovni. Høvundarnir fáa 200.000 árliga í arbeiðslegati í tvey ár, og harafturat borgar grunnurin eisini fyri útreiðslunum til høvundaskrivstovu, umsiting o.a.

Hinir fimm høvundarnir, sum hava fingið legat, eru Sørine Steenholdt, René Jean Jensen, Peder Frederik Jensen, Alen Meskovic og Maja Lee Langvad.

Rithøvundarnir fáa nú arbeiðssess á universitetinum í Grønlandi, Aalborg Universiteti, Syddansk Universiteti og so á Fróðskaparsetrinum.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2022

30 Leygardagur 10. desember 2022

Nám X vann filmskappingina hjá Námi

- Stuttfilmurin kann tulkast nógvar vegir, men bindingin til fyrst skúlan og síðan fría valið hjá tí einstaka, hugtók dómarapanelið, varð sagt um "Ráðaloysi” hjá filmsbreytini á Nám X

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týskvøldið varð kunngjørt í Havnar bio, hvør vann fjórðu stuttfilmskappingina hjá Námi um Heimsmálini hjá ST.

Saman við lærarum hava næmingar í hádeild og miðnámi kring landið arbeitt við filmi í heyst. Vavið er í mesta lagi sjey minuttir og karmurin hevur verið eitt ella fleiri av teim seytjan Heimsmálunum.

Nógvir næmingar vóru møttir, og Tóri Slættalíð, sum er leiðari í nýggju Ráðgevandi deildini í Námi, bjóðaði vælkomin í Havnar Bio, har ellivu av filmunum, sum dómsnevndin hevði valt, vóru sýndir.

- Teir filmar, sum løgdu seg fremst í huganum hjá dómarunum, vístu á serstakliga góð næmingaavrik, men hvør á sín hátt, segði Tóri og upplýsti, at eina løtu stóð á jøvnum, tá veljast skuldi millum bestu filmarnar. Men so samdust teir fimm dómararnir um vinnarafilmin.

Dómarapanelið, sum telur fimm fakfólk har Árni Øregaard er formaður, er av teirri áskoðan, at vinnarafilmurin í ár vísir beinleiðis til trý av heimsmálunum, og í fluttari merking eisini til onnur heimsmál, serliga um vit tosa um avleiðingar.

Dómararnir vístu fyrst og fremst á tað filmiska í stuttu søguni og framúr eginleikarnar at finna góð støð, locations, at lýsa hendingarnar, og ta støðu, persónarnir eru í.

Sagt varð soleiðis um vinnarafilmin:

- Stuttfilmurin kann tulkast nógvar vegir, men bindingin til fyrst skúlan og síðan fría valið hjá tí einstaka, hugtók dómarapanelið. Serliga tá vit fóru í myrka skúlakjallaran at skifta brostna ljósið, og høvuðspersónurin ger júst tað, sum hann hevur granska seg fram til í lestrarumhvørvinum. Nú gevur hetta honum tøkar pengar úr kriminella føroyska umhvørvinum, so hann kann geva dóttrini nýggjasta og dýrasta luksusamboðið at definera samleikan við. Vinnarin í stuttfilmskappingini hjá Námi 2022 er ”Ráðaloysi” hjá filmsbreytini á Nám X.

Hanus Johannessen hevur verið lærari hjá næmingunum. Leikarar eru Edvin H. Niclasen, Knud Knudsen, Ranja R. Danielsen, Fríði M. Dam og Bartal Clementsen. Leikstjóri, kamera maður og klippari er Sirius J. Helmsdal, Tróndur Galán er tónasmiður, b-foto og runner og Luitjen A. Apol er ráðgevi og hjálpari.

Filmurin er fyri stórsta partin upptikin í kjallaranum í Eysturskúlanum og á Vestaru bryggju í Havn.

Vinningurin fyri besta stuttfilmin er 30.000 krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2022

31
Leygardagur 10. desember 2022

Úr Havana á upsaveiðu undir Føroyum

Nýggj bók um Beta og kubatrolararnir komin út - Jón Brian Hvidtfeldt hevur skrivað

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Søgan um reiðaríið Beta í Fuglafirði er fyrst og fremst søgan um tey átta skipini, sum á mannamunni bara vórðu nevnd kubatrolararnir. Teirra uppruni er ein søga fyri seg, eins væl og teirra vegur inn í føroysku fiskivinnuna.

Nú er ein bók skrivað um kubatrolararnar. Jón Brian Hvidtfeldt, kringvarpsjournalistur, er rithøvundur.

Í Havn vóru nógv fólk komin út á molan at forvitnast og taka ímóti fremmandu skipunum av Kuba. Fólkið noyddust tó at brynja seg við toli, tí long tíð gekk, frá tí at fyrsta til síðsta skipið kom inn um molan henda 17. august í 1973. Kubatrolararnir fóru í Norðsjógvin sum vaktarskip í oljuvinnuni. Men uppgávurnar fækkaðust, og skipini gnaddaðu gummi á Hulki.

– Eg fór at hugsa um, at kanska hevði tað loyst seg at umbygt kubatrolararnar til fiskiskap undir Føroyum. Skipini høvdu hóskandi stødd, eina fína last og ivaleysa stór manningarúm. Men spøl, maskina, hjálpimotorar og tólini á brúnni kundu ikki nýtast, sigur Olaf Olsen.

Tað var byrjanin til Beta, sum í 29 ár rak fiskiskap við Føroyar. Beta hevur verið gjøgnum fleiri kreppur. Eitt nú oljukreppuna í 1979, ið noyddi reiðaríið at leggja um til partroling. Og undir djúpu kreppuni fyrst í nítiárunum fór felagið í gjaldsteðg. Tíðarskeiðið eftir kreppuna, tá ið lógin um vinnuligan fiskiskap kom í gildi, fyrst við kvotuskipan og seinni fiskidøgum, verður eisini lýst bókini.

Beta hevur eisini gingið á odda við at endurnýggja heimaflotan. Skipini, ið Beta stutt eftir aldarskiftið gjørdi sáttmála um við spanska skipasmiðju, eru framvegis nýggjastu skip, ið føroyingar hava latið byggja til fiskiskap undir Føroyum.

Samanumtikið eiga Beta og kubatrolararnir sín stóra leiklut í nýggjari fiskivinnusøgu. Søgan um Beta endaði, sum stjórin í felagnum flestu árini málber seg í bókini, sum ”eitt punktum í ótíð”. Knappliga varð Beta selt fyri 105 milliónir krónur, og keyparin var Føroya Fiskavirking. Eisini henda sølan verður lýst í bókini.

Søgan um Beta verður fyrst og fremst lýst gjøgnum Olaf Olsen, ið meira enn nakar annar var ímyndin av reiðarínum øll árini. Jón Brian Hvidtfeldt hevur skrivað bókina, sum er um 300 síður og fæst í bókasølunum kring landið.

[object Object]



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2022

32 Leygardagur 10. desember 2022

550.000 krónur frá Reyða Krossi til hjálparátøk í Miðjarðarhavinum

Í samstarvi við Føroya landsstýri letur Reyði Krossur beint yvir eina hálva millión krónur at bjarga flóttafólkum í Miðjarðarhavi

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í fjør fór Altjóða Reyði Krossur (IFRC) undir at skipa hjálparátøk í Miðjarðarhavninum, við tí endamáli at bjarga mannalívum og tryggja heilsu og tign hjá flóttafólki í neyð, og Reyði Krossur Føroya boðar nú frá, at hann letur 550.000 krónur til endamálið.

– Flóttafólkafarleiðirnar úr Afrika og Miðeystri til Evropa eru ímillum vandamiklastu farleiðirnar í verðini. Farleiðin úr Norður Afrika til Italia hevur leingi verið tann mest brúkta og vandamiklasta farleiðin fyri menniskju, ið koma til Evropa sjóvegis. Í 2021 lótu 2.047 fólk lív í royndini at sigla um Miðjararhavið - hetta talið er tó helst væl hægri, tí tað kemur ofta fyri, at skip, sum ganga burtur, ikki verða fráboðað, skrivar Reyði Krossur.

– Ein liður í hesum arbeiði er bjargingarbáturin Ocean Viking. Umborð á Ocean Viking veitir Reyði Krossur tryggleika og umsorgan til bjargaðu flóttafólkini - eitt nú fyrstuhjálp, mat og drekka, heilsu- og reinførishjálp, hjálp til kvinnur við barn, neyðsynjarvøru, vernd og annað, alt eftir tørvi og umstøðum. Eisini syrgir Reyði Krossur fyri, at flóttafólkini fáa álítandi kunning um, hvar tey kunnu leita sær hjálp ígjøgnum lokala Reyða Kross felagið í landinum, tey koma til.

[object Object]

Í tíðarskeiðnum februar til november í 2022 hevur Ocean Viking bjargað 2.392 flóttafólkum úr sjónum, harímillum 14 kvinnum, sum eru við barn, 705 børnum, og 533 børnum, ið ikki vóru í fylgi við einum vaksnum, skrivar Reyði Krossur Føroya, sum í samstarvi við Føroya landsstýri letur beint yvir eina hálva millión krónur til endamálið.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2022

33 Leygardagur 10. desember 2022

Fyrsta battaríhøllin reist á Sundi

Høllin, sum skal hýsa battaríum og synkronkompensatori í meginøkinum, er nú reist á Sundi. Hetta er fyrsta av fleiri hallum, sum skulu til fyri at hýsa neyðugari stabiliserandi tøkni, fyri betur at kunna gagnnýta vindorkuframleiðsluna í meginøkinum.

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Fyri at kunna fáa ein størri part av vindorkuni í meginøkinum til høldar, er neyðugt við eyka útgerð. Skipanin í Suðuroy við battaríum og synkronkompensatori hevur roynst so mikið væl, at SEV longu er farið undir eina líknandi skipan í meginøkinum skrivar SEV á síni heimasíðu. 

Skipanin, ið nú verður sett upp á Sundi, er tvífalt so stór sum tann í Suðuroy. Hóast tað, er hon bert umleið ein fjórðing av tí kapasiteti, sum tørvur væntandi er á, um megnøkið eins og Suðuroyggin skal kunna koyra við vindorku burturav, tá vindviðurskiftini tala fyri tí. Tí er hetta bert tann fyrsta av umleið trimum líknandi installatiónum, ið skulu setast upp í meginøkinum komandi árini.

Yvirskipaða endamálið við battarískipanum og synkronkompensatorum er at fáa til vega neyðugar skipanarberandi veitingar, sum í dag koma frá oljuriknu verkunum og vatnorkverkunum, herundir ’rullandi’ eykamátt, reguleringsevni, kortslutningseffekt og inerti.

- Hetta er fyrsta stig á leiðini til at fáa meiri vindorku til høldar í meginøkinum, og eitt týðandi stig á grønu kósini; tí tá skipanin er fult útbygd, kunnu vit í meginøkinum til tíðir steðga oljuverkunum og koyra við vindorku burturav, sigur Høgni Hansen, verkætlanarleiðari.

[object Object]


Høllin er góðar 700 fermetrar til støddar og verður innilokað í næstum. Battarískipan og synkronkompensator koma til landið fyrst í komandi ári, og kaðallegging og aðrar tøkniligar fyrireikingar taka á leið hálvt ár. Væntandi verður skipanin á Sundi klár at seta í rakstur í heyst.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2022

34 Leygardagur 10. desember 2022

Sólorka fer fram um kol um fimm ár

Hetta sigur altjóða orkustovnurin IEA

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Við verandi gongd í grøna orkuskiftinum er sannlíkt, at framleiðsla og nýtsla av sólorku fer fram um kol innan fimm ár.  

Hetta skrivar altjóða orkustovnurin IEA. Sólorka hevur veruliga tikið tik á seg nú orkukreppa ger um seg av álvara. Kríggið í Ukraina hevur sett gongd á grøna orkuskiftið við varandi orkukeldum so sum sól.

Longu í 2027 fer yvirhálar sólorka kolaorku sigur IEA. Samtíðis fer varandi orka  at gerast størsta keldan til altjóða elorkuframleiðslu í 2025 sigur felagsskapurin.

Heimurin fer at kunna tvífalda varandi orku frá 2022 til 2027. Tað er ikki einans fyri at røkka veðurlagsmálunum, at størri dentur verður lagdur á menning av varandi orkukeldum, men eisini orkutrygdin í heiminum skundar undir tilgongdina.

Stjórin í IEA, Fatih Birol sigur, at tað fer fram stór kapping millum heimsins størstu tjóðir at liggja fremst í grøna orkuskiftinum tað veri seg innan sól, vind, battarí og elrikin flutningsfør.

Tað er ikki longur einans støðan í Russlandi, sum skundar undir grøna orkuskiftið. Eitt nú er USA í ferð við at gera risastórar íløgur í orkuskiftið.

Birol ávarar eisini ímóti at  gera íløgur í olju og gass at koma ístaðin fyri olju og gass úr Russlandi. Veiting eigur at koma frá verandi keldum eins og alt eigur at verða gjørt fyri at minka um tørvin á olju og gassi. - Innrásin í Ukraina eigur ikki at verða brúkt sum orsøk til at rættvísgera stórar íløgur í olju og gass, tí hesar fara bara at skaða veðurlagsmálini sigur stjórin í IEA m.a. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2022

35 Leygardagur 10. desember 2022

Nýggja flogfarið komið til Grønlands

Nýggja stóra flogfarið hjá Air Greenland við navninum Tuukkaq, brúkar minni brennievni enn tað gamla

(Mynd: knr.gl)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mikudagin lendi stoltleikin hjá Air Greenland, flogfarið Tuukkaq, í Kangerlussuaq á jomfrúferð síni.

Talan er um størstu íløguna hjá grønlendska tjóðarfelagnum nakrantíð. Flogfarið hevur kostað yvir 700 milliónir krónur, skrivar knr.gl.

Jomfrúferðin byrjaði í Toulouse í Fraklandi og klokkan 13 í gjár lendi flogfarið í Kangerlussuaq. Talan er um eitt flogfar av slagnum Airbus 330-800 NEO, og hevur pláss fyri 305 ferðafólkum.

Tuukkaq er nakað størri enn flogfarið Norsaq, sum tað skal avloysa og sum er av slagnum Airbus 330-200.

Tuukkaq verður eftir ætlan sett í fasta rutuflúgving millum Kangerlussuaq og Keypmannahavn 19. desember.

Air Greenland varðveitir gamla flogfarið Norsaq í flotanum í eina tíð, tí tað verður sett inn í ávísum tíðarskeiðum meðan nýggja flogfarið skal gera ymsar royndarflúgvingar. Eisini verður tað tikið úr flúgving í eina tíð, fyri at leggja wifi-net í flogfarið. 1. mars næsta ár er so ætlanin at selja gamla flogfarið, skrivar KNR.

Tuukkaq merkir skutilsoddur. Flogfarið brúkar 14 prosent minni brennievni enn Norsaq. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2022

36 Leygardagur 10. desember 2022

Svøríki: 60 persónar skotnir til deyðis higartil í ár

Tað er munandi fleiri enn tey 47, sum vórðu dripin í 2020, sum tá var metár

Løgreglan í Södertälje (Mynd: SVT)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í Svøríki eru 60 persónar skotnir til deyðis higartil í ár. Seinast var sunnukvøldið, tá ein maður í 20unum varð dripin í Södertälje sunnanfyri Stockholm.

Talan er um eitt nýtt met. Í 2020, sum tá var metár, vórðu 47 persónar skotnir til deyðis.

Býurin, ið hevur 76.000 íbúgvar, hevur seinastu tíðina verið raktur av nógvum harðskapi, sum sambært svensku løgregluni er knýttur at uppgerð millum ymisk harkalið. Løgreglan hevur eisini ofta víst á Södertälje, tá tosað hevur verið um grovan samskipaðan harðskap, sum hevur sett sín dám á Svøríki seinastu árini.

Higartil í ár eru sjey persónar í Södertälje skotnir til deyðis. Um mánaðarskiftið september/oktober vórðu tríggir persónar skotnir í somu viku, skrivar Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2022

37 Leygardagur 10. desember 2022

Stoltenberg: Stúri fyri stórkríggi millum Russland og Nato

– Vit eru í einari lagnutíð, sigur Nato-aðalskrivarin, sum stúrir fyri, at kríggið í Ukraina mennir seg til eitt stórkríggj

Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato og fyrrverandi norskur forsætisráðharri (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nato-aðalskrivarin Jens Stoltenberg sigur seg stúra fyri, at kríggið í Ukraina mennir seg til eitt stórkríggj.

Í samrøðu í sendingini Lindmo á NRK, sum Ritzau endurgevur, sigur hann, at hann stúrir fyri, at tað kann enda við einum stórkríggi millum Russland og Nato.

– Hetta er sera álvarsamt, og vit eru í einari lagnutíð fyri Evropa og harvið eisini Noregi. Endar tað galið, endar tað grúiliga galið.

Nato spælir eisini ein stóran leiklut í sambandi við kríggið. Áðrenn russisku innrásina kravdi Russland, at Nato gav teimum trygd fyri, at Ukraina ongantíð fór at kunna gerast partur av verjusamgonguni. Hetta noktaði Nato tó at gera.

At Ukraina, sum er grannaland hjá Russlandi, kom upp í Nato hevði sambært russum hótt trygdina hjá Russlandi.

Nato-aðalskrivarin, sum í tveimum umførum var norskur forsætisráðharri, og russiski forsetin, Vladimir Putin vórðu báðir nývaldir stjórnarleiðarar í ár 2000, og tá var tað ein øðrvísin Putin, sum sat við valdið, sigur Stoltenberg.

– Tá hann var nývaldur forseti í 2000 var hann semjusøkjandi og ynskti at samstarva við Vesturheimin. Tann nýggi Putin er nógv meira ágangandi og sigur søgur, sum ikki eru sannar, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2022

38 Leygardagur 10. desember 2022

Zelenskij valdur til Ársins persón

Fyri millum annað at prógva, at dirvi kann vera eins smittandi og ótti

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Amerikanska tíðarritið Time hevur valt ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj til “Ársins persón”.

Hesin heiður er síðan 1927 latin einum persóni, sum hevur gjørt serliga vart við seg gjøgnum árið – upp á bæði gott og ilt.

Síðan kríggið brast á millum Russland og Ukraina í februar, hava heimsins eygu verið vend móti ukrainska forsetanum og strínum fyri einum frælsum Ukraina. Zelenskyj er fyrrverandi skemtari og sjónleikari, og varð valdur til forseta í 2019.

Valið av Ársins Persóni 2022 hevur verið tað lættasta í mannaminni, sigur ovasti blaðstjóri hjá Time.

“Fyri at prógva, at dirvi kann vera eins smittandi og ótti, fyri at fáa fólk og tjóðir til at standa saman í verjuni av frælsinum, fyri at minna heimin um hvussu skroypiligt fólkaræðið og friðurin eru”, ljóðar grundgevingin hjá blaðstjóranum, Edward Felsenthal.

[object Object]

Charles Lindberg var fyrsti “Person of the Year” í 1927. Seinastu árini hava hesi fingið heiðurin frá Time:

2012: Barack Obama
2013: Frans pávi
2014: Tey, ið stríðast móti ebola-smittuni
2015: Angela Merkel
2016: Donald Trump
2017: #MeToo-rørslan
2018: “The Guardians” – ætlaður journalistum, ið eru forfylgdir, fongslaðir ella dripnir fyri teirra journalistikk.
2019: Greta Thunberg
2020: Joe Biden og Kamala Harris
2021: Elon Musk 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2022

39 Leygardagur 10. desember 2022

Edward Snowden fingið russiskt pass

Amerikanski varskógvarin, sum fekk russiskan ríkisborgaraskap í september, hevur nú fingið russiskt pass, og sostatt kann hann ikki útflýggjast til USA, sum ynskir at rættarsøkja hann fyri at hava likið loynilig skjøl

Edward Snowden helt røðu á ráðstevnu, sum varð hildin í Portugal í november 2019 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Amerikanski varskógvarin Edward Snowden hevur nú fingið russiskt pass.

Í september fekk hann russiskan ríkisborgaraskap, og nú hann hevur fingið passið, kann hann ikki útflýggjast til USA, sum ynskir at rættarsøkja hann.

Russiska passið fekk 39 ára gamli Snowden, eftir at hann hevði svorið ein eið og lovað Russlandi trúskap, upplýsir sakførari hansara, Anatoly Kutjerena, sambært Ritzau.

Sakførarin leggur afturat, at Snowden er glaður og takksamur fyri at hava fingið russiskan ríkisborgaraskap.

Kona Snowden, Lindsay Mills, hevur eisini søkt um russiskan ríkisborgaraskap. Parið býr saman í Russlandi, og saman hava tey tveir synir, sum eru føddir í landinum.

Snowden hevur síðan 2020 havt permanent uppihaldsloyvi í Russlandi. Hann søkti um friðskjól í landinum, eftir at hann í 2013 hevði likið loynilig skjøl um amerikanskt eftirlit við alneti og telefonum. Hesar upplýsingarnar fekk Snowden, tá hann arbeiddi í fregnartænastuni NSA.

Skuldi tað hent, at Snowden verður dømdur fyri at hava likið loyniligar upplýsingar, kann hann fáa 30 ár í amerikanskum fongsli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2022

40 Leygardagur 10. desember 2022

Russland: Samkynd sleppa ikki at vísa teirra samleika alment

Russiski forsetin hevur undirskrivað eina nýggja lóg, sum bannar sonevnt "LGBT+-propaganda"

Mynd frá einum mótmæli í Moskva (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Russiski forsetin, Vladimir Putin skrivaði í vikuni undir nýggja lóg, sum hevur til endamáls at banna sonevndum "LGBT+-propaganda".

Sambært nýggju lógini, sleppa LGBT+-persónar ikki at vísa teirra kynsliga samleika alment, og tað er eisini bannað at spreiða sonevnt "propaganda" um "óvanlig kynslig sambond" í miðlum, lýsingum, filmum og á sosialu miðlunum, skrivar Ritzau.

Lógin varð einmælt samtykt í russiska tjóðartinginum 24. november.

Síðan 2013 hevur tað verið bannað at vísa ómyndigum persónum innihald, sum snýr seg um LGBT+.

Brot á lógina verður revsað við bót ella við at niðurlegging av vinnuligum virksemi, men um talan er um ein útlending, sum ikki hevur russiskan ríkisborgaraskap, kann persónurin verða útvístur.

Formaðurin í russiska undirhúsinum, Vjatsjeslav Volodin hevur áður sagt, at endamálið við lógini er at verja børn og framtíðina hjá Russlandi frá "myrkrinum, sum USA og evropeisk lond spjaða".

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2022

41 Leygardagur 10. desember 2022

Charles kongur komin á 50 pence myntirnar

Meðan Elizabeth drotning hyggur til høgru, hyggur Charles kongur til vinstru

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bretar fingu hósdagin møguleika at gjalda við myntum við mynd av Charles kongi III á.

Fyribils er kongurin at síggja á 50 pence-myntum, har tað á baksíðuni er ein heiður til deyðu móður hansara, Elizabeth drotning. Umleið 9,6 milliónir myntir fara í umferð í tráð við eftirspurningin, skrivar dpa tíðindastovan.

Andlitsmyndin er gjørd av myndlistamanninum Martin Jennings, og kongur hevur sjálvur góðtikið hana.

Saman við myndini av Charles kongi er ein innritan á latíni, ið kann týðast sum “Charles kongur III, av Guðs náði, verji av trúnni”.

Sambært siðvenjuni vendir andlitið móti vinstru – øvugta vegin enn myndirnar av drotningini.

Síðan 1600 talið hevur verið siðvenja, at at andlitini á myntunum skifta síðu hvørja ferð eitt skifti er.

Allir myntir við andlitinum hjá Elizabeth á, kunnu framvegis brúkast.

Tað er statsliga felagið Royal Mint, sum hevur einkarrætt til at framleiða myntir í Stórabretlandi.

Elizabeth drotning doyði 8. september, 96 ára gomul eftir at hava sitið á trónuni í 70 ár. Umleið 27 milliardir myndir við hennara mynd á eru í umferð í løtuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2022

42 Leygardagur 10. desember 2022

Demokratur vann í Georgia og tryggjaði flokkinum meiriluta í Senatinum

Við stuðul frá tveimum uttanflokkaumboðum hava demokratar 51 umboð í Senatinum, meðan republikanarar hava 49

Raphael Warnock er afturvaldur í Senatið, og tryggjar hann harvið demokratunum meirilutan (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eftir umval hevur verið í amerikanska statinum Georgia, hava demokratar nú tryggjað sær meirilutan í Senatinum.

Við demokratinum Raphael Warnock, sum týsdagin vann yvir helvtina av atkvøðunum, hava bæði demokratar og republikanarar 49 umboð í Senatinum. Tvey umboð eru uttanflokka, sum stuðla demokratunum, og harvið hava demokratar ein reellan meiriluta á 51 móti 49.

Seinastu tvey árini hava báðir flokkar havt 50 umboð, men demokratar hava í roynd og veru havt meirilutan við demokratiska varaforsetanum, Kamala Harris, sum hevur verið avgerandi atkvøðan, tá tað hevur staðið á jøvnum.

Tá tað er javnt millum flokkarnar í Senatinum, hevur varaforsetin havt avgerandi atkvøðuna, og sambært CNN hevur Kamala Harris verið noydd at atkvøða í Senatinum 26 ferðir seinastu tvey árini. 7. august varð upplýst, at tað tilsamans var komið fyri 294 ferðir, at ein amerikanskur varaforseti hevur atkvøtt í Senatinum.

Á miðskeiðisvalinum í Georgia 8. november fekk einki valevni meira enn helvtina av atkvøðunum, og tí var neyðugt við einum umvali.

Sambært AP hevur Raphael Warnock fingið 51,4 prosent av atkvøðunum, og er hann harvið afturvaldur í Senatið, meðan mótstøðumaður hansara, Herschel Walker hevur fingið 48,6 prosent.

Raphael Warnock hevur umboðað Georgia í Senatinum síðan januar 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2022

43 Leygardagur 10. desember 2022

Suðurkorea: Skjótt verða øll eitt sindur yngri

Í juni 2023 verður farið frá siðbundna háttinum at rokna aldurin á fólki í Suðurkorea, har fólk eru eitt ár við føðing og síðani gerast eitt ár eldri hvønn 1. januar

Miðnámsskúlanæmingar í Seoul, Suðurkorea (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í juni 2023 gerast øll fólk í Suðurkorea eitt ella tvey ár yngri.

Tá verður nevniliga farið burtur frá siðbunda háttinum at rokna aldurin hjá fólki, og verður aldurin í staðin roknaður eins og í øðrum londum.

Sum nú er, verða suðurkoreanarar mettir at vera ársgamlir, tá teir eru føddir, og legst eitt ár afturat aldrinum hvønn 1. januar. Ein onnur skipan verður brúkt, tá talan er um herskyldu og loyvi at drekka og roykja. Tá verður mann mettur at vera nul ár, tá mann er føddur, men framvegis legst eitt ár afturat aldrinum hvønn 1. januar.

Men í Suðurkorea hava tey nú samtykt eina nýggja lóg, sum vrakar hendan rokningarháttin, og gerst tað sostatt skjótt lættari at meta um aldurin á fólki í Suðurkorea, skrivar tíðindastovan Reuters.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2022

44 Leygardagur 10. desember 2022

Indonesia: Nú er bannað at hava sex uttan fyri hjúnalagið

Nýggju lógirnar eru við til at undirgrava frælsisrættindini heimsins triðstørsta fólkaræði, halda kritikarar

Mótmæli hava verið í Indonesia móti nýggju lóggávuni (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Framyvir verður tað revsað við eitt árs fongsli, um ein hevur kynsligt samband uttan fyri hjúnalagið í Indonesia.

Tjóðartingið í landinum hevur júst samtykt nýggja lóg, sum eitt nú bannar kynsligum virksemi uttan fyri hjúnalagið, skrivar CNN.

Bannið er, sambært CNN, eisini galdandi fyri útlendingar, sum búgva í landinum, og fyri ferðafólk.

Talan er um eina av fleiri lógarbroytingum, sum sambært kritikarum er við til at undirgrava frælsisrættindini í heimsins triðstørsta fólkaræði.

Reklamur fyri fyribyrging og átrúnaðarlig spottan verður eisini lýst at vera ólógligt. Samstundis hevur lógarpakkin eisini eitt bann móti at æruskemma forsetan og statsligar stovnar. Hetta kann revsast við upp í trý ára fongsli, skrivar AP-tíðindastovan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2022

45 Leygardagur 10. desember 2022

H71 heldur fram í European Cup

Ein frálík byrjan og ein flott seinna hálva av seinna hálvleiki gjørdu, at H71 koppaði Slavia Praha, og nú eru hoyvíkskvinnur í áttandapartsfinaluni

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

H71 og evropeiskur hondbóltur hóska væl saman. Aftur í ár eru hoyvíkskvinnur millum tey seinastu 16 liðini í evropeisku kappingini.

Tað skuldi eitt satt hondbóltsdrama til í høllini á Hálsi sunnudagin. H71 tapti fyrra dystin - ið eisini varð spældur á Hálsi - við tveimum málum 27-29, og skuldi tí vinna við minst trimum fyri at koma víðari.

H71 byrjaði frálíka væl: Rúna Larsen í málinum hevði nógvar stórar bjargingar, álopsspælið var flótandi, skjótálopini eydnaðist væl, leikferð og góðska var høg, og verjan var stinn.

Sum frálíð kom kekkiska liðið betri við. Í steðginum var munurin eitt mál og eina løtu tíðiliga í seinna hálvleiki sá einki út: Slavia Praha var á odda, og H71 skuldi jú vinna við trimum málum. 

So fór verjan aftur at hanga saman, Jana Mittún kom av álvara í gongd og gjørdi næstan, sum hon vildi, og Maria Halsdóttir Weyhe kom inn, og var við at fáa meira brodd í álopsspælið.

Tað var ikki fyrrenn í seinasta minuttinum, at samanlagdi sigurin kundi kennast rímiliga tryggur, tí H71 brendi nakrar møguleikar og misti nakrar bóltar, í løtuni frammanundan men Rúna í málinum bjargaði aftur, tá tað kundi gerast heilt spennandi, os stutt seinni kundu hoyvíkingar av álvara fegnast.

Samanlagt fer H71 víðari við einum sigri á trý mál. Enn eitt ógvuliga flott evropeiskt avrik, og skjótt verður greitt hvør næsta uppgávan verður.

European League 1/16-finala, seinni dystur
Høllin á Hálsi, 04. desember
H71 - Slavia Praha 29-24 (15-14)

Toppskjútti: Jana Mittún 10 mál

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2022

46 Leygardagur 10. desember 2022

Lutakastið verður um eina viku

Hoyvíkskvinnur skulu spæla áttandapartsfinalur í European League í fyrru hálvu av januar

H71 tryggjaði sær plássið við sigri við samanlagt trimum málum móti kekkiska Slavia Prague (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

H71 vann sunnukvøldið 29-24 í dramatiskum dysti móti Slavia Prague í høllini á Hálsi. Talan var um seinnu 1/16-finaluna í European League. Hoyvíkskvinnur taptu við tveimum málum kvøldið fyri, og harvið var trýst á, um H71 aftur í ár skuldi gerast millum tey seinastu 16 liðini í kappingini.

Tað eydnaðist eftir eitt frálíkt avrik, og eftir dystin fegnaðist tey í H71 sum verða man um at fáa møguleikan at halda fram og sleppa at spæla fleiri dystir á evropeiskum støði.

Tað verður í fyrru hálvu av januar 2023, at H71 skal spæla í kappingini aftur. Fyrru áttandapartsfinalurnar í European League eru á skránni um beint yvir ein mánaða, 7/8. januar - tær seinnu eftir ætlan eina viku seinni, 14/15. januar. 

Lutakastið til umfarið verður týsdagin 13. desember. H71 kann hitta liðum úr nógvum ymiskum londum, og tað er heldur ilt at meta um, júst hvar áleið eitt ynski/marrulutakast liggur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2022

47 Leygardagur 10. desember 2022

Pauli Poulsen tekur við stýrisvølinum á Skála

49-ára gamli skálamaðurin skal royna at fáa liðið upp í Betrideildina aftur. Partarnir hava gjørt ein tvey-ára sáttmála

Pauli Poulsen saman við formanni felagsins Inga Hansen (Mynd: Skála IF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í 2022 hevur Micheal Bjørn Nielsen verið venjari hjá besta mansliðnum á Skála. Danin var í fulltíðarstarvið, men hóast lovandi brøgd til tíðir gjørdist Skála greiður niðurflytari.

Harvið skal liðið av vestara armi á Skálafjørðinum í 2023 spæla í 1. deild, eins og liðið gjørdi í 2021. Nú er greitt, at tað verður við einum gomlum kenningini sum venjara. Skála Ítróttarfelag boðar í dag frá, at Pauli Poulsen er nýggjur høvuðsvenjari:

- Pauli hevur rættiliga drúgvar royndir sum venjari, bæði í fótbólti og hondbólti, og hevur seinastu árini staðið á odda fyri G17 landsliðnum. Pauli hevur eisini drúgvar royndir í venjarahøpi á Skála, og kennir felagið út og inn. Hóast hann seinnu árini ikki hevur nakran aktivan venjaraleiklut í felagnum, so hevur hann fylgt við á síðulinjuni, og hevur verið dagligur gestur undir Mýruhjalla.

49-ára gamli skálamaðurin var hjálparvenjari, tá Skála miðskeiðis í 00'unum fekk bronsu og silvurheiðursmerki og fekk í 2015 besta liðið upp í bestu deildina aftur og helt tí har í 2016 og 2017. Í 2018 var Pauli Poulsen eitt skifti venjari í Vágunum. Eisini hevur hann staðið á odda fyri NSÍ og B68 og hevur nógvar royndir sum U-landsliðsvenjari.

[object Object]
Pauli Poulsen hevur fingið nógv góð úrslit við ymiskum U17-landsliðnum hjá gentum (Mynd: FSF)

Skála bjóðar nú Paula vælafturkomnan í felagið og skrivar, at umframt arbeiðið við besta mansliðnum, er ongin ivi at Pauli, við sínum drúgvu royndum, eisini fer at geva íblástur til barna- og ungdómsvenjingarnar á Skála.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2022

48 Leygardagur 10. desember 2022

Michal og B36 hava longt sáttmálan

Í B36 fegnast tey um, at 24 ára gamli álopskendi miðvallarin og toppskjúttin í fjør eisini spælir í hvítum í 2023

Michal Przybylski í Conference League-dysti móti Viborg. Júst í evropeiskum dystum hevur Michal skarað framúr í nøkrum førum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- 24 ára gamli framrættaði polendingurin og B36 hava gjørt nýggjan sáttmála fyri 2023.

Undan síðsta kappingarárið skifti Michal Przybyski aftur til B36 eftir eitt ár í HB. Polendingurin, ið tó hevur búð í Føroyum, síðani hann var tvey ár og bíðar eftir føroyskum passi, gjørdist toppskjútti hjá B36 við 12 málum. 

Michal spældi í samanlagt 35 dystum, og var við at fáa B36 í Evropa aftur. Í Evropa spældu Michal Przybyski og liðið seg víðari tvær ferðir.

Sambært Faroesoccer hevur 24-ára gamli miðvallarin 160 dystir í Betrideildini, 13 steypadystir og 19 evropeisku dystunum. Í teimum 19 evropeisku dystunum hevur hann skorað seks mál.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2022

49 Leygardagur 10. desember 2022

Aron Knudsen til B36

23-ára gamli álopskendi miðvallarin úr Saltangará gjørdist skaddur í apríl og hevur ikki spælt ein dyst síðani. Nú hevur hann skrivað undir tvey-ára sáttmála við B36

Aron Kundsen - her í steypafinaluni í 2021 móti júst B36. Tá skoraði Aron fyri barndómsfelagið, ið tó tapti fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B36 kunngjørdi í vikuni ein nýggjan spælara. Talan er um 23-ára gamla Aron Kundsen, ið skiftir úr NSÍ.

Miðvallarin, ið er tekniskt sterkur og er lættur á fótum, hevur spælt 56 dystir á høgum stigi fyri barndómsfelagið NSÍ. Í teimum hevur Aron skorað tíggju mál, og tað var serliga í seinnu hálvu í 2021, at hann gjørdi vart við seg. Aron Knudsen skoraði millum annað í steypafinaluni móti júst B36.

Nú er greitt, at júst Aron er fyrsti nýggi útileikari, ið B36 fær til næsta kappingarár, og hann hevur skrivað ein tvey-ára sáttmála við havnarfelagið. Framanundan hevur B36 gjørt tvey-ára sáttmála við málverja úr Vágunum, Silas Eyðsteinsson. 

Aron Knudsen hevur so at siga alt árið stríðst við skaða í serliga lærkrikanum. Nú skal fyrrverandi NSÍ-spælarin aftur á vøllin og royna seg í nýggjum felagið.

B36 skal aftur í 2023 spæla evropeiskan fótbólt. Liðið hevur millum annað tryggjað sær nýggjan sáttmála við Andrass Johansen, og sum skilst eru onkrir nýggir spælarar møguliga á veg inn í B36-húsið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2022

50 Leygardagur 10. desember 2022

Jóhann úr EB/Streymi til 07 Vestur

20 ára gamli Jóhann Hansson Joensen hevur skrivað undir sáttmála við 07 Vestur

Jóhann hevur spælt við øllum ungdómslandsliðunum hjá Føroyum – seinast við U21 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Jóhann Hansson Joensen undirskrivaði farna vikuskiftið sáttmála við 07 Vestur. Tað boðaði felagið frá í tíðindaskrivi.

– Tá ið vit í fjør spældu móti EB/streymi, var Jóhann ein støðug hóttan á vonginum. Hann er sera driblisterkur, hevur ferð, og dugir væl at plasera seg. Hann er ein sera búgvin spælari, hóast hann einans er 20 ára gamal.

– Jóhann er uppvaksin í Havn, har hann hevur spælt á ungdómsliðunum hjá B36. Hann hevur spælt nakrar dystir á besta liðnum, og nógvar dystir í 1. deild. Eitt skifti var hann í Danmark og spældi við Sønderjyske. Í fjør byrjaði hann inni allar dystirnar hjá EB/streymi. So talan er um ein sera stabilan leikara, skrivar 07 Vestur.

Jóhann hevur eisini spælt við øllum ungdómslandsliðunum hjá Føroyum – seinast við U21.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2022

51 Leygardagur 10. desember 2022

Bartal og HB hava gjørt nýggjan sáttmála

- Ein Bartal í toppformi er millum allarbestu miðverjar í landinum, og hann er ein týdningarmikil partur av okkara liði. Soleiðis sigur høvuðsvenjarin, Dalibor Savic, um 25-ára gamla havnarmannin, sum eisini í 2023 spælir í barndómsfelagnum

Bartal Wardum í miðjuni eftir at hann hevur skorað fyri HB í Conference League (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Hóast hann bert er 25-ára gamal, fer Bartal í gongd við sítt 10. kappingarár á okkara besta mansliðið. Hann var bert 16 ár og 9 dagar, tá hann fekk sín fyrsta dyst í fremstu deildini, tá hann avloysti Heina Vatnsdal síðstu minuttirnar (í Gundadali móti TB). Síðani tá hevur hann verið meira ella minni fastur fúsur á liðnum, har tað higartil er blivið til 239 dystir og 15 mál. Harumframt er ein hópur av ungdómslandsdystum og tveir A-landsdystir.

Soleiðis skrivar Havnar Bóltfelag á heimasíðu sínari, í samband við at Bartal Wardum nú hevur skrivað sáttmála fyri 2023.

Samanlagt hevur sterki miðverjin spælt 195 dystir í Betrideildini síðani mai 2013. Til tíðir hevur Bartal verið plágaður av skaðum, og í 2022 spældi hann ikki meira enn tveir triðingar av dystunum í Betrideildini, orsakað av skaðum. Hann hevur eisini verið settur í samband við B36, men nú sær hann fram til 2023 í barndómsfelagnum:

– Eg eri ótrúliga spentur til komandi kappingarár. Liðið sær spennandi út, og nakrir góðir leikarar eru komnir afturat. Kroppurin er úthvíldur, og formurin verður spakuliga og trygt bygdur upp aftur. Vit eru allir motiveraðir, og málið er altíð at vinna, sigur Bartal við hb.fo

Høvuðsvenjarin, Dalibor Savic, fegnast eisini um at Bartal heldur fram og sigur við heimasíðu felagsins, at talan er um heilt týðandi brikk.

– Fyri okkum er tað týdningarmikið, at vit fáa stammuna á liðnum upp á pláss. Og við Bartal eru vit komnir eitt fet nærri. Hann var darvaður av skaðum í fjør, so okkara uppgáva er nú at fáa hann aftur í toppform. Tí ein Bartal í toppformi er millum allarbestu miðverjar í landinum, og hann er ein týdningarmikil partur av okkara liðið. Saman við Hørði manna teir ein krútsterka miðverju.

HB endaði á triðja plássi í Betrideildini síðsta kappingarár og fór út í hálvfinalu móti Víkingi í steypakappingini. Í Evropa kom liðið ikki víðari - eitt merkisvert við júst Bartali er, at hann hevur skorað tvey evropeisk mál. Tað fyrra móti serbiska stórfelagnum Partizan Beograd í 2014 og hitt í summar móti Newton úr Wales. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2022

52 Leygardagur 10. desember 2022

Bretskur vinstri bakkur til AB

23 ára gamli Sam Pollard hevur spælt sonevndan "college-fótbólt" í USA, og hevur hann eisini spælt í Avstralia. Nú fær bakkurin nýggjan fótbóltsbústað, har man eisini eru blivin rættiliga góður og vanur við at tosa enskt

- Í AB kenna vit okkum vís í, at vit hava funnið ein vinstra bakk, sum fer at styrkja okkara lið og økja um kappingarførið í hópinum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ein nýggjur útlendskur leikari kemur at spæla við AB í 2023.

Hann er upprunaliga breti, og er føddur í Blackburn í Onglandi. Hansara fótbóltsleið hevur tó ført hann víða um í enskttalandi heiminum. Síðstu árini hevur hann bæði spælt fótbólt í USA og Avstralia, men eftir nýggjár fær hann nýggjan fótbóltsbústað.
Tá verður hann nevniliga at finna á einum staði, har vit eftirhondini eisini eru blivin rættiliga góð at tosa enskt - tað er sjálvandi inni í Vika á Argjum.

Tann 23 ára gamli bretski vinstri bakkurin, Sam Pollard, hevur skrivað undir sáttmála við AB fyri kappingarárið 2023.

Sam hevur spælt college-fótbólt í USA, og eisini hevur hann verið í ungdómsdeildini hjá Perth Glory, ið er eitt felag í A-League, sum er besta fótbóltsdeildin í Avstralia. Hægsta støðið, sum hann hevur spælt á, er næstbesta deildin í Avstralia, har hann hevur spælt við felagnum, Perth Redstar.

- Í AB kenna vit okkum vís í, at vit hava funnið ein vinstra bakk, sum fer at styrkja okkara lið og økja um kappingarførið í hópinum, skrivar Argja Bóltfelag.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2022

53 Leygardagur 10. desember 2022

Karstin fer yvir um fjørð aftur

Skála hevur nú funnið málmansskansa sín til næstu tvey kappingarárini. Talan er um 25-ára gamla Karstin Hansen, sum kemur úr NSÍ, og sum í 2018 og 2019 hevði heimavøll á Skála. Felagið hevur eisini longt við lokalar lyklaleikarar

Karstin Hansen í dysti fyri Skála í Runavík í 2019. Hann hevur spælt fyri NSÍ seinastu trý árini, men málverjin verður nú aftur hjá Skála (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrireikingarnar til næsta kappingarár eru av álvara í gongd á Skála. Sunnudagin varð kunngjørt, at royndi skálamaðurin Pauli Poulsen tekur við aftur sum høvuðsvenjari, og síðani hevur felagið kunngjørt, at Jan Ingason Hansen og Andreas Egeberg Jacobsen hava longt sín sáttmálar. Álopskendi spælararnir av vestara armi á Skálafjørðinum hava verið fastir menn seinastu - Andreas fekk tíverri álvarsaman knæskaða í vár og spælir helst ikki aftur fyrrenn í seinnu hálvu næsta ár.

Týsdagin skrivaði Skála soleiðis, nú nýggi málverjin var komin uppá pláss:

- Vt kunnu nú kunngera, at vit hava skrivað undir ein tvey ára sáttmála við Karstin Hansen, sum sostatt kemur at vera okkara málmansskansi komandi kappingarárini.
Karstin er kendur á Skála, eftir at hann leikti við Skála ÍF kappingarárini 2018 og 2019. Annars hevur Karstin burturav verið partur av barndómsfelagnum NSÍ.
Vit eru sera fegin um at Karstin hevur valt at koma yvir um fjørð, og bjóða honum vælkomnan undir Mýruhjalla.

Jákup Nolsøe Olsen var fyrstimálverji á Skála í ár. Hann er nú farin aftur til barndómsfelagið, ÍF.

Karstin spældi samanlagt 61 dystir fyri Skála í 2018 og 2019. Glyvramaðurin stóð seg væl sum U21-landsliðsmálverji hetta fyrra árið og varð í mars 2019 úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð.

[object Object]
Karstin til landsliðsvenjing á Malta í 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

Nú 25-ára gamli Karstin Hensen hevur sambært Faroesoccer spælt 88 dystir í Betrideildini, tíggju í kappingini um Løgmanssteypið, tveir evropeiskar dystir, og beint yvir 100 í 1. deild, sum málverjin skal spæla í, í 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2022

54 Leygardagur 10. desember 2022

Liðformaðurin í Fuglafirði heldur fram

Stríðsfúsi og royndi miðvallarin hevur spælt 275 dystir í Betrideildini. Karl Løkin skal í 2023 royna at hjálpa felagnum at fáa støðufesti í deildini aftur og framhaldandi ganga á odda fyri unga liðið

Karl A. Løkin í dysti móti EB/Streymi í 2021. Hann hevur samanlagt spælt næstan 250 dystir fyri ÍF (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

ÍF hevur seinastu vikurnar kunngjørt, at fleiri ungir lokalir leikarar - so sum U19-landsliðsleikarin Jóhann Højbro halda fram í barndómsfelagnum. 

Eisini hevur ÍF fingið málmansspurningin uppá pláss við at leingja við Tóra Traðará og at fáa Jákup Nolsøe Olsen av Kambsdali aftur av Skála.

Av teimum royndu spælarunum er Karl Ábrahamsson Løkin tann fyrsti at leingja. 31-ára gamli miðvallarin hevur, sambært Faroesoccer, spælt 275 dystir í Betrideildini, umframt 28 steypadystir og tíggju evropeiskar dystir. Karl hevur eisini nakrar A-landsdystir á baki, umframt nógvar U-landsdystir og hevur eitt stutt skifti spælt í Íslandi og Danmark

Í Fuglafirði fegnast tey um at sera royndi liðformaðurin, ið hevur spælt 246 dystir fyri felagið samanlagt, tekur eitt tørn afturat. 

Umframt mongu dystirnar fyri ÍF hevur Karl eisini spælt nógv við NSÍ, ið er hansara banrdómsfelag. Eisini var miðvallarin eitt hálvt ár í Víkingi.

ÍF vann í fjør 1. deild við Karli sum liðformanni og Aleksandar Jovevic á odda frá síðulinjuni. Nú brynjar seg felagið seg til tilveruna í Betrideildini, og helst skulu nakrir spælarar inn afturat.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2022

55 Leygardagur 10. desember 2022

SÍ vann á ósigraða Fleyr

Flogbóltur – Føroya Tele-deildin, kvinnur: SÍ-Fleyr 3-1 (25-18, 25-21, 23-25, 25-15)

Sí vann 3-1 á Fleyr í gjár
SkrivaÐ:

Innsent

Oddadystur var síðsta leygardag í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum, har SÍ tók ímóti ósigraða Fleyr.

Gaman í var SÍ kortini frammanfyri Fleyr á stigatalvuni undan dystinum, men hetta tí SÍ hevði spælt ein dyst meira enn Fleyr. Einasti ósigurin hjá SÍ í kappingini var ímóti júst Fleyr, sum í oktober vann 3-1. Leygardagin gjørdist úrslitið tað øvugta: SÍ vann 3-1.

SÍ legði tíðliga á odda við nógvum stigum í fyrsta setti, og støðan gjørdist 17-10, áðrenn SÍ vann 25-18.

Í øðrum setti gekk javnt á, og liðini skiftist um at vera frammanfyri, og ongantíð vóru meira enn tvey stig á muni – til tað gjørdist 21-21, tí tá vann SÍ næstu fýra stigini og settið 25-21.

SÍ fekk fína byrjan upp á triðja sett og legði seg á odda 4-0, men SÍ javnaði til 6-6. Síðani gekk javnt á, til Fleyr legði seg á odda 16-12. SÍ otaði seg tó spakuliga innaftur í settið, og kom upp á 22-23, áðrenn Fleyr avgjørdi við 25-23.

Spenningurin í dystinum fánaði tó skjótt burtur, tí SÍ legði seg á odda 5-0 og síðani 15-8 í fjórða setti, áðrenn settið var vunnið 25-15.

Við sigrinum er SÍ nú 4 stig frammanfyri Fleyr, sum hevur spælt ein dyst minni. Lítil ivi er um, at tað verða hesi bæði liðini, sum koma í FM-finalurnar, men liðið sum er fremst, fær heimavøll í fyrru FM-finaluni. Seinna finalan verður leikt á uttanveltaðum vølli.

5-settari í Kollafirði

Fyrr á degnum spældu KÍF og Dráttur í Kollafirði, har Dráttur vann 3-2 (KÍF-Dráttur 2-3 (25-21, 21-25, 16-25, 25-19, 9-15).

Í javnbrótaranum gekk javnt á til 6-7, tá Dráttur dró frá og vann 15-19. Við sigrinum kom Dráttur upp undir liðina á TB á bronsuplássinum, men sum tó hevur spælt tríggjar dystir minni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2022

56 Leygardagur 10. desember 2022

Fýra steyp og fýra diplom við heim úr Danmark

Føroysku boksararnir stóðu seg val í kapping – nú vónar Tórshavn Boksing at fáa hjálp frá kommununi til at rinda húsaleiguna, so felagið ikki gerst húsvilt

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tórshavn Boksing kom enn einaferð heim úr Danmark við nógvum sigrum í skjáttuni.

Farna vikuskiftið vóru níggju nevaleikarar frá føroyska boksifelagnum í Nykøbing á Sælandi fyri at luttaka á boksistevnu.

Fimm teirra skuldu royna seg í veruligum dysti enn eina ferð, meðan fýra skuldu boksa diplomdystir, sum er fyrsta royndin hjá boksarum í dysti.

Tá diplomdystir verða boksaðir, verða boksararnir mettir eftir eini stigaskipan. Um boksararnir fáa meira enn 27 stig, fáa teir diplom, og neyðugt við diplomum fyri at sleppa at boksa veruligar dystir.

Allir fýra byrjararnir fingu síni diplom. Janus Patursson fekk 31 stig móti einum boksara frá Gilleleje. Karstin Ljósstein møttum einum tekniskt sterkum boksara frá CIK, og fekk 28 stig. Rógvi Ziskason møtti einum frá Næstved, sum ikki hevði eins nógvar royndir, og fekk tí heili 32 stig í sínum fyrsta diplomdysti. Og lítlibeiggin, Heri Ziskason, vísti eisini góða boksing, og fekk eisini 32 stig í sínum fyrsta diplomdysti, sum var móti einum boksara frá Farum.

[object Object]

Teir royndu stóðu seg væl

Eisini teir meira royndu boksararnir hjá Tórshavn Boksing kláraðu seg væl á boksistevnuni í Nykøbing.

Fyrsti maður í boksiringinum var Teitur Annand berg, sum møtti einum boksara frá Ballerup. Og eftir eitt fyrsta umfar, sum Teitur brúkti til at lesa mótstøðumannin av, gjørdi hann reint borð í øðrum umfari, tá teljast mátti fyri boksaranum úr Ballerup tvær ferðir, og so vann Teitur upp á tekniskt knockout.

Magni Vang boksaði tann næsta dystin móti einum boksara frá ABC Amager. Hetta gjørdist ein sera javnur dystur, har hvørgin vildi geva seg. Men tá dómaraatkvøðurnar vórðu taldar saman, var Magni kosin vinnari við øllum teimum fimm dómarunum.

Noa Jakobsen var tann triði í dysti. Hann møtti einum boksara frá Gladsaxe. Fyrstu tvey umførini vóru jøvn, men í triðja umfari var mótstøðumaðurin útlúgvaður, og Noa vann greitt.

Jonathan Malaikev varð fjórði føroyingurin í ringinum. Hetta er tann royndasti av teimum føroysku boksarunum, og hann fekk sína sak fyri móti manninum, sum vann silvur til danmarksmeistarakappingina.

Hóast Jonathan tapti greitt, so varð hetta ikki nakað stórt vónbrot, tí tað var ein liður í fyrireikingunum hjá Jonathan til at royna seg komandi ár í sterkum kappingum í Týsklandi og Onglandi, at hann skuldi móta mótstøðu, ið er sterkari enn hann. Jonatan boksaði ein góðan dyst, tapti greitt, tó uttan at verða útsligin av álvara.

Síðsti føroyingur í ringinum í kappingini var David Kunoy, sum møtti einum ukreinskum boksara, sum hevur heimavøll í Nykøbing. Ukreinin er sterkur, men tað er David eisini, og móti endanum av dystinum var tað føroyingurin, sum kláraði seg best, og David Kunoy vann við dómaraatkvøðunum 4-1.

Gerast betri fyri hvørja ferð

Føroyingarnir eru sera væl nøgdir við úrtøkuna frá ferðini, sum gav sigur í átta út av nýggju dystum.

- Hetta vísir, at vit gerast betri fyri hvørja ferð vit luttaka í kapping uttanlands, og hetta er eisini úrslitið av, at vit tóku avgerðina um at flyta úr høllini á Hálsi til egin hølir inni á Hjalla.

- Nú er bara at vóna, at kommunalu myndugleikarnir eisini síggja úrslitini, og harvið eisini innsíggja, at tey eiga at stuðla okkara felag, so vit ikki verða noydd til at siga leigusáttmálan upp, tí vit ikki hava ráð at rinda fulla húsaleigu, sigur Martin Meng, formaður og høvuðsvenjari í Tórshavn Boksing. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2022

57 Leygardagur 10. desember 2022

Talvlandsliðið farið undir venjingar

Ivan Sokolov er nú byrjaður sum venjari hjá føroyska talvlandsliðnum.

 
SkrivaÐ:

Innsent

1. desember hevði hann fyrstu venjingina við føroysku telvarunum. Fýra venjingar eru nú í desember. Vant verður 9. desember, 15. desember og 22. desember. Hesar venjingar fara fram umvegis netið. Føroysku telvararnir sita heima við hús, og venjarin situr í Niðurlondum. Allir eru so knýttir saman umvegis Teams.

Føroysku telvararnir lótu væl at fyrsta venjingarkvøldinum. Sama gjørdi venjarin. Eftir jól verður tikið samanum, og eru partarnir samdir um, at haldast skal fram við samstarvinum, verður nýggj venjingarætlan løgd fyri komandi ár. Tá kann roknast við, at Ivan Sokolov kemur til Føroyar at venja landsliðið.

[object Object]
Ivan Sokolov

Talvsamband Føroya hevur tikið út seks telvarar at venja í landsliðstoyminum. Teir eru Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen. Hetta eru teir fremstu fýra her á landi umframt fremstu tveir unglingarnir.

Ivan Sokolov leiddi í summar Usbekistan til óvæntaðan sigur á talvolympiaduni í India. Líkt er tí til, at tað er ein av fremstu talvvenjarunum í heiminum, sum Talvsambandið hevur knýtt av føroyska landsliðnum.

Talvlandsliðið hevur uppgávur í komandi ári. Kappingin fyri smátjóðir í Evropa og EM-stevnan fyri landslið eru báðar í heyst. Olympiada verður í Ungarn í 2024.

Nummar 77 av 200 londum

Altjóða talvsambandið FIDE hevur kunngjørt styrkilistan fyri desember. Her sæst, at Føroyar eru nummar 77 í røðini av teimum í alt 200 londunum í heiminum, sum eru limir í FIDE.

Havandi í huga, at vit teljast millum smæstu limalondini, er tað hugvekjandi í sjálvum sær.

Fremstu tíggju londini í heiminum eru hesir:
1. USA 2726
2. Russland 2711
3. India 2694
4. Kina 2689
5. Ukraina 2663
6. Aserbadsjan 2651
7. Frakland 2643
8. Armenia 2635
9. Spania 2632
10. Holland 2629

Fremstu einstøku fimm telvararnir í heiminum eru hesir:
1. Magnus Carlsen (Noreg) 2859
2. Liren Ding (Kina) 2811
3. Ian Nepomniachtchi (Russland) 2793
4. Alireza Firouzja (Frakland) 2785
5. Hikaru Nakamura (USA) 2768

Okkara topp 10

Í Føroyum eru okkurt um 350 virknir telvarar í teimum níggju feløgunum, sum eru við í landskappingini.

Tann føroyski topp 10 listin sær í desember soleiðis út:
1. GM Helgi Dam Ziska (HT) 2546
2. Høgni Egilstoft (ST) 2397
3. IM John Arni Nilssen (ST) 2321
4. Martin Poulsen (HT) 2311
5. Rógvi Egilstoft (ST) 2290
6. IM John Rødgaard (VT) 2280
7. Olaf Berg (HT) 2217
8. Luitjen Akselsson Apol (2215)
9. Flóvin Tór Næs (HT) 2208
10. Jóan Hendrik Andreasen (HT) 2192


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2022

58 Leygardagur 10. desember 2022

Fýra føroyingar til World Masters í dart

Dart: Atgongd til heimsmeistaraheitið fyri einstaklingar er upp á spæl hesa vikuna í Niðurlondum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vikuni fóra fýra av bestu dartleikarum í Føroyum til Assen í Niðurlondum, har stóra kappingin World Masters verður nú um vikuskiftið.

Fram til mánadagin verður kappast hvønn dag, og millum annað er atgongd til heimsmeistaraheitið fyri einstaklingar upp á spæl.

Kappingin World Masters er størsta kapping av sínum slag, og væntandi vera yvir túsund leikarar úr øllum heiminum við,

Føroya hava fingið tillutað fýra pláss til kappingina, og teir, ið fara at umboða Føroyar eru hesir: Jan Erik Fjallstein, Jan McIntosh, Niels Thomsen og Uni Árting. Við á ferðini verður eisini Annfinn Allansson Hjaltalin, sum er ferðaleiðari og umboð fyri Dartsamband Føroya.

Til ber at fylgja kappingini inni á heimasíðuni dartconnect.tv, og koma eisini úrslit út leypandi á facebook vanganum hjá Dartsamband Føroya. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2022