Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 17. desember 2022 | Nr. 51 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Fløkjasliga leiðin út í Tinganes

SíÐa 2

1 Leygardagur 17. desember 2022

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Upp á kvamsvís?

Vit eru mitt í spennandi samráðingunum um nýtt landsstýri. Í roynd og veru, er hetta tann nógv mest spennandi tíðin í einum valskeiði – hetta tómrúmi eftir val, tá allir flokkar royna at halda seg væl við allar í eini vón um at sleppa við inn í hitan.

Nøkur løgin viðurskifti hava gjørt seg galdandi í tí, sum er hent eftir at Aksel V. Johannessen mánadagin fekk uppgávuna frá løgtingsformanninum at finna nýggjan landsstýrismeiriluta. Við valúrslitinum er greitt, at tað skulu minst tríggir flokkar til at geva meiriluta á tingi.

Ikki sørt spennandi var at fylgja við, hvat tað er, sum hendir, tá flokkar skulu finnast saman at fáa eitt skipað samstarv í lag. Samansetingarnar av bókstøvum eru rættiliga nógvir at velja ímillum fyri at skipa meiriluta.

Men ein av flokkunum hevur av sínum eintingum borið so í bandi, at talið av møguleikum er tódnað munandi. Tað C, sum ikki ynskir bókstavin A í sína samgongu, og harvið eru møguleikarnir fækkaðir munandi. Kjakast kann aftur og fram um tað skilagóða í hesi kategorisku avgerð, men hetta avmarkar møguleikarnar hjá C heilt nógv – ja, nógv meira enn gott er, tí tað átti – alt annað líka – at verið ein fyrimunur fyri C at havt ein flokk afturat at farið til, um ikki annað, so upp á kvamsvís, um onkrir av hinum bókstøvunum gjørdu seg ómøguligar. Men henda møguleika hevur C – vinnarin av valinum – frávalt til stóra iðran fyri A.

Nú vit tosa um samráðingar upp á kvamsvís, so vóru vit nógv, ið undraðust á, at F longu í formansumfarinum boðaði frá, at flokkurin vildi samráðast við B. Serliga tí at tað tók bara knappan hálvan annan samráðingardag áðrenn, at B var varpað út í kuldan aftur.

Hevði F veruliga rokna við, at B fór at geva seg meira enn 60 milliónir tá tað snýr seg um at skerja ríkisveitingina? 60 milliónir er ræðuliga nógv hjá einum sambandsflokki at slaka í einum so prinsippiellum máli. Helt F tað, so var veruliga talan um samráðingar upp á kvamsvís, og tað klæðir ikki flokkinum, ið var ein av vinnarunum á løgtingsvalinum hesaferð, og kom inn við trimum umboðum á ting.

Ella var tað kanska C, sum samráddist upp á kvamsvís, tí tey – samráðingarleiðarin í hvussu so er – alla tíðina heldur vildi sleppa í samgongu við E? Vit fáa neyvan svarið.

Vit undrast eisini á, at á sjálvum valkvøldinum var E-formaðurin skjótur at vísa á, at andstøðan hevði vunnið valið, og at hann tí metti tað sum eina sjálvfylgju at vera partur í komandi samgonguni. Altso, at E var millum vinnararnar. Tað er jú ikki rætt. E vann onki val hesaferð. Veljarin valdi ikki E til, sum sagt plagar at vera. Veljarin valdi E frá, eins og hann gjørdi við B – flokkarnir gingu líka nógv aftur. Men B tók tað sum ein sigur, tí tey høvdu roknað við størri afturgongd.

Vinnari á løgtingsvalinum (saman við C og F) var eisini H. Men H kemur ikki upp á tal í hesum samráðingunum. Flokkurin hevur gjøgnum hetta seinasta skeiðið so dyggiliga vraka seg sjálvan sum áhugaverdur samstarvspartur við at koyra í sjálvdrátti í egnum hjartamálum. Tað skal meira enn eitt løgtingsval til at endurvinna tað álitið.

Eftir stendur so A, sum ikki sleppur upp í part. At flokkurin gjørdist stóri taparin, ger jú ikki samráðingarstøðuna lættari.

Nú hevur F, so valt at endurskapa somu samgongu, sum tapti løgtingsvalið næstseinast, tí samgongan tá var óarbeiðsfør nærum alt tað seinasta árið í sínari virkistíð. Einasti munur hesaferð er, at tey nú kunnu telja upp í 18 heldur enn 17. Men tað kann vera so ræðuliga skjótt, at ein fellur frá, og so ein afturat.

Vit fáa at síggja – men spell, at spenningur er farin frá landsstýrissamráðingunum, tá tað enn einaferð er andstøðan, ið tekur yvir. Tað henda ongar nýskapanir, tá talan bara er um at uppafturtaka tað, ið varð vrakað fyri fýra árum síðani fyri síðan at verða vrakað aftur um fýra ár.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 5548

    Lisnar síður: 17917

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 17. desember 2022

Fløkjasliga leiðin út í Tinganes

Løgtingsval hevur verið, og nú eru samráðingar um at skipa nýggja samgongu. Tann tilgongdin, sum fer fram beint nú, vísir rættiliga væl, hvussu nógvir leikir eru í tí politiska spælinum, sum tann má duga at spæla, sum ynskir at fáa sæti í okkara landspolitisku skipan

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Uttan at fara ov nógv niður í smálutir kunnu vit siga, at tásitandi landsstýrissamgonga kom í eina kreppu 8. novembur, tá ið løgmaður loysti Jenis av Rana úr starvi sum landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum.

Miðflokkurin viðgjørdi støðuna og gjørdi skjótt av; longu sama dag boðaði Miðflokkurin frá, at hann ikki ynskti at halda fram í samgonguni. Sostatt var samgongan frá 2019 millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin slitnað.

Bárður á Steig Nielsen hevði avmarkaðar møguleikar. Lítið var eftir av valskeiðnum, og ein møgulig nýggj samgonga hevði ikki fingið veruligan møguleika at gera eina egna fíggjarlóg.

Longu dagin samgonguslitið eftir segði Bárður á Steig Nielsen á løgtingsins røðarapalli frá, at løgtingsval fór at vera 8. desembur í ár.

[object Object]

Val og samgongumøguleikar
Sitandi landsstýrissamgonga misti meirilutan, og stóri vinnarin var Javnaðarflokkurin, sum fekk níggju tingfólk.

Valkvøldið segði Bárður á Steig Nielsen, at hann vildi halda fram sum løgmaður og royna at skipa nýggja samgongu. Samstundis lovaði hann at virða fólkavilja og fór at leggja frá sær, um ynski var um tað.

Javnaðarflokkurin viðgjørdi støðuna og gjørdi av at heita á løgmann um at leggja frá sær, tí Javnaðarflokkurin vildi hava samráðingarrættin. Tað gjørdi hann so 10. desembur.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Formansumfar og samráðingarleiðari
Í øðrum londum er tað uppgávan hjá kongi ella møguliga einum forseta at heita á politiskar leiðarar um at skipa nýggja stjórn. Sum dømi kunnu nevnast Danmark og Ísland. Í okkara skipan hava vit lagt ta uppgávuna til løgtingsformannin.

Jógvan á Lakjuni er løgtingsformaður til nýggja tingið er sett. Mánamorgunin byrjaði tilgongdin at skipa nýggja landsstýrissamgongu. Fyrst kom Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á fund við tingformannin, har hann formliga varð loystur úr starvi, tó so, at landsstýrið heldur fram sum starvsstjórn, til nýtt landsstýri er sett.

Eftir tað komu formenninir í nývalda tinginum á fund við tingformannin, har teir søgdu, hvønn teir vístu á sum samráðingarleiðara. Allir uttan Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, vístu til Aksel V. Johannesen, formann Javnaðarfloksins sum samráðingarleiðara. Beinir vildi ikki siga, hvønn hann vísti á.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn
Aksel V. Johannesen nevndi tá tveir upplagdar samgongumøguleikar; Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn ella Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn.

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, segði seg vilja burtur frá tí blokkpolitikki, sum hevur eyðkent føroyskan landspolitikk í nøkur valskeið, og tí vildi hon royna samgongu saman við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Aftan á døgurða mánadagin varð farið í gongd at skipa ta samgongu, sum Ruth Vang ynskti, og sum Aksel V. Johannesen vera ein upplagdan møguleika. Í fyrstuni vildi Aksel ikki brúka orðið samráðingar, men týsdagin tosaði hann tó um yvirskipaðar samráðingar.

Umleið klokkan hálvum sjey týskvøldið fóru fólkini úr fundarhølinum og fóru hvør til sítt. Tá vóru samráðingarnar slitnaðar. Orsøkin var, at ósemja var millum Sambandsflokkin og Framsókn um at skerja ríkisveitingina, tó at eingi tøl vórðu nevnd.

Seinri hevur m.a. Johan Dahl sagt, at Sambandsflokkurin var tilreiðar at góðtaka tað skerjingina, sum Framsókn vildi hava. Norðlýsið og in.fo hava m.a. sagt frá ónevndum keldum, at Sambandsflokkurin var tilreiðar at góðtaka eina skerjing upp á 40 milliónir krónur, meðan Framsókn ynskti 60 milliónir.

Einki av forfólkunum í teimum trimum flokkunum vil vátta tølini.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn
Dagin eftir, mikudagin, royndi Aksel V. Johannesen hin upplagda samgongumøguleikan, har Tjóðveldi kom í staðin fyri Sambandsflokkin.

Fyrrapartin vóru trý fyri hvønn flokk inni í fundarhølinum. Eftir øllum at døma hevur tað gingið rímiliga væl, tí longu aftan á døgurða vóru tey í ymsum fundarhølum, har heilar tingmanningar umframt varafólk á tingi vóru við. Í onkrum føri vóru tey rættiliga langt niðri á valevnislistunum.

Arbeiðið varð skipað í sjey bólkar, sum hava arbeitt við ymiskum málsøkum. Vit hava ikki fingið nakran úttømandi lista, men málsøki, ið hava verið nevnd, eru m.a. almannamál, heilsumál, arbeiðsmaknaðarmál, umhvørvi og orka, mentan, vinna og samferðsla meðan nøkur meiri grundleggjandi ella meiri avbjóðandi mál hava ligið verið viðgjørd av forfólkunum.

Hósdagin vóru serfrøðingar frá m.a. Landsbankanum, Taks, SEV og Umhvørvisstovuni á fundi og høvdu fakligar framløgur.

Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari hevur sagt, at málið var, at mann visti fríggjadagin, um hetta er tann samgongan, ið verður skipað. Nú er líkt til, at eisini leygardagurin fer til at fáa tey síðstu tingini upp á pláss.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Býti av málsøkjum
Um vit nú siga, at flokkarnir semjast um eitt samgonguskjal í vikuskiftinum, so er framvegis einki avgjørt. Enn skulu landsstýrissessir býtast millum samgonguflokkarnar, umframt løgtingsformaður og nevndarsessir og annað í løgtinginum.

Vit kunnu kanska siga, at tað er sannlíkt, at Javnaðarflokkurin fær løgmann. Javnaðarflokkurin er hin størsti av hesum flokkunum, Aksel V. Johannesen er samráðingarleiðari, og hann hevur verið løgmaður fyrr. Enntá í samgongu við júst somu flokkum.

Hartil kunnu vit eisini siga, at tingformaðurin ikki plagar at vera í sama flokki sum løgmaður. Kanska er tað sannlíkt, at Tjóðveldi sum næststørsti flokkur í samgonguni fær hann. Men tað er ikki vist.

[object Object]

Býtið av málsøkjum kann vera drúgt og trupult at fáa upp á pláss. Og sjálvt eftir, at flokkarnir eru samdir um bæði samgonguskjal og býti av málsøkjum í landsstýri og í tinginum, so skulu flokkarnir velja síni landsstýrisfólk og aðrar álitissessir.

Semjast flokkarnir um eitt samgonguskjal í vikuskiftinum, so væntar Aksel V. Johannesen at býta málsøki millum flokkarnar fyrst í næstu viku.

Hetta vísir, hvussu kringlut og fløkjaslig leiðin kann vera frá tí, at onkur velur at stilla upp, blíva valdur, samráðast um at koma í samgongu og til endans samráðast um at fáa ein álitissess fyri flokkin, í landsstýrinum ella tinginum.

Hjá onkrum er leiðin út í Tinganes munandi einklari og greiðari. Í januar í ár gjørdist Árni Skaale fiskimálaráðharri fyri Fólkaflokkin. Hann kom í landsstýrið eftir, at tveir ráðharrar hjá Fólkaflokkinum høvdu sagt sessirnar frá sær og fóru aftur í tingið.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Tíðarfreistir
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, gav Aksel V. Johannesen freist til týsdagin 20. desembur at boða frá aftur, um tað hevur eydnast at skipa samgongu.

Nýggja tingið verður sett 22. desembur klokkan 10. Tá skal valið góðkennast, og løgtingsformaður skal veljast umframt tríggir næstformenn.

Uppskot til løgmansevni skal vera lagt fyri tingið í seinasta lagi tíggju yrkadagar eftir, at nýggja tingið er sett, t.e. 3. januar 2023. Fýra yrkadagar eftir tað skal løgtingið atkvøða um uppskotið. Verður løgmansevni ikki valt, so er aftur freist upp á fýra yrkadagar at koma við nýggjum uppskoti til løgmann, men tá skal atkvøðast sama dag.

Hevur løgtingið fýra ferðir vrakað uppskot løgtingsformansins um løgmann, so verður nýval.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2022

3 Leygardagur 17. desember 2022

Ríkisveitingin forkom samráðingunum við Sambandið

Samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Famsókn og Sambandsflokkin um samgongu slitnaðu týskvøldið. Orsøkin var, at Sambandsflokkurin og Framsókn vóru ósamd um ríkisveitingina

Mikudagin fór Aksel V. Johannesen at royna eina aðra samanseting í royndini at skipa samgongu (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Eftir løgtingsvalið varð Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, valdur sum samráðingarleiðari og fekk sostatt møguleika at royna at skipa samgongu. Framsókn segði seg vilja burtur frá tí blokkpolitikki, sum hevur verið í føroyskum landspolitikki seinastu árini, og ynskti tí at royna eina samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn.

Í fyrstu atløgu bleiv so roynt at skipa samgongu millum júst teir flokkarnar. Eftir samráðingar seinrapartin mánadagin og so aftur týsdagin, gjørdist greitt, at samráðingarnar eru slitnaðar. Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, og Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, váttaðu, at ósemja var um ríkisveitingina.

Ruth Vang sigur m.a., at í hesum førinum hevði Framsókn verið í samgongu við tveimum samríkisflokkum, og at tað tí hevði týdning, at mann fór at síggja seg aftur í einum samgonguskjali. Semja fekst ikki um ríkisveitingina, og tí slitnaðu samráðingarnar.

Í valskránni sigur Framsókn seg m.a. vilja, at ”niðurlagingin av ríkisveitingini verður løgd í eina fasta legu”. Ruth Vang segði við Portalin, at tað var ynskið hjá Framsókn, men legði afturat, at semja var um ikki at fara niður í smálutir.

[object Object]
Sambandsflokkurin og Framsókn kundu ikki semjast um ríkisveitingina, og tí slitnaðu samgongusamráðingarnar. (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2022

4 Leygardagur 17. desember 2022

Johan Dahl: Viljin hjá F ella C var helst ikki til staðar

Tað er ósatt at ríkisveitingin forkom CBF-samgongusamráðingunum, sigur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin

Johan Dahl og Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Tá sagt verður, at ríkisveitingin forkom samráðingunum millum Framsókn, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, so er tað beinleiðis ósatt. Sannleikin er, at Framsókn fekk Sambandsflokkin við uppá tað upphædd, ið Framsókn setti sær fyri at fáa. 

Tað skrivaði Johan Dahl í støðudagføring á Facebook mikukvøldið.

Hetta kemur eftir at samgongusamráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn slitnaðu kvøldið fyri. Orsøkin var, at semja ikki fekst um ríkisveitingina.

Johan Dahl rør fram undir, at Javnaðarflokkurin, Framsókn ella báðir, ikki fóru til samráðingar við viljanum um eina BCF samgongu. 

- Haldi tað er í so lætt farið um, at kallað seg ein liberalan flokk, tá man í tveimum samgonguumførum velur reyðar loysnir, sigur Johan Dahl, og sipar til Framsókn, sum frá 2015 til 2019 var í samgongu við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi.

Sambært Norðlýsinum kundi Sambandsflokurin ganga við til at 40 milliónir vórðu skornar av blokkstuðlinum tilsamans næstu fýra árini, men Framsókn setti sum 60 milliónir sum treyt.

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, segði hósdagin, at tey enn ikki hava mist vónina um at Sambandsflokkurin aftur fær møguleika at koma til samráðingar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2022

5

Størv

Reingerðarfólk til Glasir

Meira Umsóknarfreist: 11. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Roðin søkir eftir heilsurøktara til sambýlið Vesturskin á Toftum

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Programmsamskipari til Landssjúkrahúsið

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:
6 Leygardagur 17. desember 2022

Elprísurin hækkar

Høgi oljuprísurin, hækkandi rentustøðið og kostnaðarstøðið eru saman við komandi íløgum orsøk til hægri elprís komandi ár

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eykaaðalfundurin hjá SEV hevur samtykt, at elprísurin hækkar 1. januar í 2023.

Hækkingin, sum ikki er tann sama fyri allar kundabólkar, er ávikavist 18 oyru, 22 oyru og 28 oyru fyri hvønn kilowatttíma, býtt á ávikavist miðal privatkundar, privat- og vinnukundar, sum liggja oman fyri 10.000 kwt, og ídnaðarkundar, sum eru umfataðir av serligu avsláttarskipanini skrivar SEV á síni heimasíðu. 

Meðan elprísurin í Evropa er fleirfaldaður seinasta árið, og ávaringar um skamtanir á elorku hava ljóðað, so hevur elprísurin í Føroyum ligið fastur. Hetta hevur kunna latið seg gjørt, m.a. tí at SEV í stóran mun hevur prístryggjað oljuinnkeyp fyri at kunna halda ein støðugan elprís. Men tað ber ikki til at prístryggja allan oljukostnaðin, og tí eru útreiðslurnar til olju munandi hægri enn ætlað varð við ársbyrjan.

Seinast elprísurin hækkaði var í 2020, tá 5 oyru blivin løgd aftur at prísinum. Seinastu 10 árini er elprísurin hækkaður við tilsamans 10 oyrum, sum svarar til 6,8 prosent. Sama tíðarskeið er brúkaraprístalið hækkað 13,3 prosent (pr. august 2022).

- Veruleikin er, at príshækkingin er neyðug. Men tá alt kemur til alt, er hetta ein lítil príshækking, sum ikki fer at ganga út yvir kappingarførið hjá Føroyum, og sum heldur ikki tyngir privatu húsarhaldini í stóran mun, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2022

7 Leygardagur 17. desember 2022

Stuttflutt er ársins orð

Tað eydnaðist Óluvu Klettskarð frá felagnum Føroyamál at sannføra hinar um orðið

Føroysk kjøtframleiðsla við gøðing av tarvskálvum er ímyndin av stuttfluttari vøru. Heldur enn at innflyta neytakjøt tvørtur um heimshøvini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í fjør var tað sammóðir – í ár er tað stuttflutt.

Vit tosa um ársins orð. Ársins orð 2022 varð fríggjamorgunin kosið í útvarpssending hjá Kringvarpinum.

Tað vórðu Ragnar Sigrunarson, ráðgevi hjá Málráðnum, Jón Brian Hvidtfelt, umboðandi føroysk fjølmiðlafólk og Óluva Klettskarð frá felagsskapinum Føroya Mál, sum fingu heiðurin at velja ársins orð millum 10 uppskot, ið vóru funnin eftir at lurtarar kringvarpsins høvdu havt møguleika at senda uppskot inn.

Orðini í uppskoti í ár vóru: Inflasjón – jarðhiti – Jenis – Olja – Orkuskifti – Príshækking – Stuttflutt – Ukraina – Tunnil – Hol/Bora.

Tey trý høvdu hvør sítt orð í uppskoti, tá farið varð at atkvøða. Óluva Klettskarð mælti til stuttflutt, Ragnar Sigrunarson mælti til Ukraina og Jón Brian Hvidtfeldt mælti til Inflasjón.

Men tað eydnaðist Óluvu Klettskarð at tala fyri sínari sak, og vísti á, at talan er um eitt væleydnað nýtt orð, sum veruliga hevur funnið veg í føroyska málið í ár. Eftir hesa sølutaluna fluttu hini bæði seg, og tóku undir við at velja stuttflutt til ársins orð 2022.

Stuttflutt er nýtt orð fyri vøru, ið er framleidd lokalt. Danska orðingin er ‘lokalt produceret’ svenska er 'när producerat' og norska er kanska tann, ið líkist stuttflutt mest, 'kortreist'.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2022

8 Leygardagur 17. desember 2022

Aksel fekk samráðingarrættin

Eftir eitt formansumfar mánadagin, fekk Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, samráðingarrættin til skipan av landsstýri. Vísandi til, at Framsókn vil burtur frá blokkpolitikki ætlaði hann fyrst at kanna møguleikan fyri samgongu við Framsókn og Sambandsflokkin

Javnaðarflokkurin sær ymsar møguleikar at skipa samgongu. Eftir, at Framsókn hevur sagt seg vilja burtur frá blokkpolitikki hevur Aksel V. Johannesen nú sagt, at hann fyrst fer at kanna møguleikan at skipa samgongu við Sambandsflokkin og Framsókn (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Mánamorgunin var formansumfar á løgtingi til tess at finna ein, sum kundi fáa uppgávuna at skipa nýtt landsstýri eftir løgtingsvalið.

Dagurin byrjaði við, at Bárður á Steig Nielsen fór inn til Jógvan á Lakjuni, ið enn er virkandi tingformaður, við uppsøgn síni.

Síðan var formansumfar har floksformenninar fóru inn til tingformannin eftir stødd á flokkunum og boðaðu honum frá, hvør tey halda skal leiða samráðingarnar.

Allir flokkar uttan ein søgdu, at teir vístu á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara. Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, vildi ikki siga, hvønn hann vísti á.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Ruth Vang vísti eisini á Aksel, men legði afturat, at Framsókn vildi sleppa burtur frá tí blokkpolitikki, sum hevur eyðkent føroyskan politikk seinastu árini. Tí ynskti hon fyrst og fremst eina samgongu við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.

Javnaðarflokkurin hevur fleiri ferðir eftir valið víst til møguleikan at skipa samgongu við Tjóveldi og Framsókn. Eftir formansumfarið, tá Aksel V. Johannesen fekk samráðingarrættin, segði hann tó, at seinrapartin mánadagin fór hann at taka eitt prát við Tjóðveldi, og eftir tað at kanna møguleikan at skipa samgongu við Sambandsflokkin og Framsókn.

[object Object]Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, og Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Tað fyrsta, ið hendi mánamorgunin var, at Bárður á Steig Nielsen boðaði virkandi løgtingsformanni frá, at hann ynskti at verða loystur úr løgmansembætinum. Jógvan á Lakjuni er framvegis tingformaður til nýggjur er valdur - tað hendir hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, vildi ikki upplýsa hvønn hann peikaði á til samráðingarleiðara (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2022

9 Leygardagur 17. desember 2022

Ruth Vang størst framgongd - Jacob Vestergaard størst afturgongd

Forkvinnan í Framsókn gjørdi eitt kanón val og hevði eina framgongd upp á 270 prosent. Jacob Vestergaard hevði størst afturgongd og gjørdi sítt vánaligasta val síðani 2004

Framsókn og Ruth Vang fingu tríggjar tinglimir á valinum hósdagin (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Um hugt verður eftir hvussu atkvøðurnar fullu á løgtingsvalinum undanfarna hósdag, er ymiskt hvussu framgongdin og ikki minst afturgongdin hevur verið hjá summum tingfólkum.

Ruth Vang, sum á fyrsta sinni varð vald á løgting, hevði størstu framgongdina í mun til valið í 2019. 

Í 2019 fekk Hon 265 atkvøður, sum rakk til eitt triðja pláss á framsóknarlistnaum. Síðani er hon vorðin forkvinna í flokkinum, og til hetta valið fekk hon 981 atkvøður. Framgongdin er 270,2 prosent.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Royndi politikarin í Fólkaflokkinum, Jacob Vestergaard, gjørdist nummar seks á listanum við einans 361 atkvøðum. Hetta er ein stór afturgongd í mun til 783 atkvøður á valinum í 2019. Afturgongdin er 53,9 prosent. Hetta er eisini vánaligasta valið hjá Jacobi Vestergaard síðani 2004.

Síggj tølini niðanfyri:

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2022

10 Leygardagur 17. desember 2022

- Standa fult og heilt saman um flokkin og formannin

Við almennari fráboðan staðfestir Tjóðveldi, at formaðurin og floksleiðslan hevur fullan stuðul í baklandinum. Formaðurin í aðalstjórnin mælti annars til endurreising og endurnýggjan tá valúrslitið var greitt

Rógvi Nybo, aðalstjórnarformaður í Tjóðeldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Okkurt kundi bent á, at ávísur ófriður er ella hevur verið innanflokks í Tjóðveldi eftir løgtingsvalið hósdagin, tá flokkurin gekk 0,7 prosentstig aftur eftir hálvtfjórða ár í andstøðu.

So mikið, at flokkurin týsdagin (hetta var meðan Tjóðveldi enn var úti í kuldanin viðvíkjandi samgongusamráðingunum) sendi eina fráboðan út alment, um at aðalstjórn, tingmanning og lokalfeløg standa saman um flokkin.

Fráboðanin er soljóðandi:

“Nú ivi er sáddur alment, skulu vit boða frá, at vit standa fult og heilt saman um flokkin, formann og leiðslu floksins. Vit stuðla øll royndunum hjá Tjóðveldi at skipa samgongu og koma í landsins stjórn og ynskja øllum hepna hond og styrk í arbeiðinum”.

Fráboðanin er undirskrivað av tingmanningini, aðalstjórnini í flokkinukm og øllum valfeløgunum og ungmannafelagnum.

Serliga er tað støðan hjá Høgna Hoydal, formanni, sum spurnartekn hevur verið sett við, eitt nú í kjakum á sosialu miðlunum.

Hesar søgur fingu bein at ganga á, tá sjálvur formaðurin í aðalstjórn floksins, Rógvi Nybo, sum sjálvur stillaði upp til løgtingsvalið og fekk 93 persónligar atkvøður, skrivaði soleiðis í dagføring á Facebook:

“Fyri flokkin harmist eg, at vit gingu aftur samanlagt. Tað vísir greitt, at vit hava brúk fyri endurnýggjan og endurreising av tjóðveldisflokkinum”.

Fráboðanin týsmorgunin kundi bent á, at aðalstjórnarformaðurin ikki hevur fingið undirtøku fyri sínum tonkum í floksleiðsluni. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2022

11 Leygardagur 17. desember 2022

Høgni Hoydal misti flestar atkvøður

Formaðurin í Tjóðveldi hevði vánaligasta valið síðani hann stillaði upp fyri fyrstu ferð í 1998

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, í løgtinginum mánadagin eftir at hava víst á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Høgni Hoydal var tann av av teimum 33 tinglimunum aftaná løgtingsvalið, sum mesti flestar atkvøður í mun til farna valskeið.

Formaðurin í Tjóðveldi hevði nevniliga sítt vánaligasta val síðani hann stillaði upp á fyrsta sinni í 1998, og kom inn við 1562 atkøðum.

Á valinum í 2019 fekk Høgni Hoydal 1208 atkvøður, men fekk á løgtingsvalinum 8. desember bara 760 atkvøður - 448 atkvøður færri.

Hann er toppskorarari í Tjóðveldi, men tað er ikki meira enn akkuát. Bjørt Samuelsen fekk eina atkvøðu færri, og tá fínteljingin er gjørd, kann hetta broytast.

Ruth Vang vann flestar atkvøður í mun til valið seinast. Hon fekk 716 atkvøður fleiri enn í 2019.

Síggj tølini niðanfyri:

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2022

12 Leygardagur 17. desember 2022

Nýggja fongslið í Føroyum skal vera liðugt í 2029

Samgonguskjalið hjá nýggju donsku stjórnini leggur stóran dent á arbeiðið í nýggja samstarvsráðnum fyri uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var eitt rættiliga umfatandi samgonguskjal, sum teir tríggir flokkarnir í nýggja danska stjórnarsamstarvinum løgdu fram í morgun.

Politiska grundarlagið fyri nýggju donsku stjórnini hevur heitið “Ansvar for Danmark”, og er ein umfatandi bóklingur á 63 síður.

Les stjórnargrundarlagið her

[object Object]
Jakob Ellemann-Jensen, Mette Frederiksen og Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundinum mikudagin (Mynd: EPA)

Føroyar eru – saman við Grønlandi – nevndar fleiri ferðir. Tað er eitt heilt kapittul í skjalinum, sum umfatar Ríkisfelagsskapin.

Her stendur eitt nú, at stjórnin ætlar at “menna ríkisfelagsskapin... í virðing fyri sjálvstøðuga samleikanum, mentani og málinum hjá hvørjum landi sær”. Har “...vit viðurkenna, at okkara felags søga hevur skapt okkum sum einstaklingar, sum lond og sum felagsskapir – upp á gott og ónt. Har vit í áliti á hvønn annan finna felags loysnir – eisini tá tað er trupult”.

Stjórnin sigur seg vilja taka Føroyar og Grønland við í allar avgerðir, ið hava avleiðingar fyri ríkisskapin. “Leiðreglan hjá stjórnini verður, at onki um Føroyar og Grønland skal samtykkjast uttan um Føroyar og Grønland”.

Samstarvsráðið mennast og útbyggjast

Samstarvsráðið fyri uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk er ein týðandi partur í hesum kapitlinum, og sagt verður at hetta samstarvið skal útbygjast, so at talan verður um ein yvirbygning, har londini dagliga kunna, samskipa og finna loysnir. Ráðharrarnir í samstarvsráðnum skulu fundast javnan, verður sagt.

“Samstarvsráðið setur rammurnar fyri politiska samskiftið, so vit – bygt á somu vitan – fáa møguleika fyri at finna eina felags fatan fyri gongdini í heiminum. Við tí støði kunnu vit kjakast um ítøkilig atlit, sum hvørt land og ríkið samlað skal taka fyri at tryggja áhugamálini hjá øllum londunum”, stendur millum annað at lesa í samstarvsskjalinum hjá nýggju donsku stjórnini, ið er undirskrivað av Mette Frederiksen, forkvinnu fyri danska javnaðarflokkin, Jakob Ellemann-Jensen fyri vinstraflokkin og Lars Løkke Rasmussen fyri moderata flokkin.

Fongsul, kriminalforsorg og løgregla

Av øðrum ætlanum hjá stjórnini, sum beinleiðis hava ávirkan á Føroyar, stendur, at arbeitt verður fyri, at eitt nýtt fongsul í Føroyum kann vera liðugt í 2029, og at onnur átøk viðvíkjandi kriminalforsorgini í Føroyum skulu gerast. Hartil verður nevnt, at ein meting av tørvinum hjá løgregluni í bæði Føroyum og Grønlandi skal gerast.

Eisini verður arbeitt víðari við loysa markaforðingar millum londini, og eitt konkret mál er at bera so í bandi, at tað verður møguleiki hjá føroyingum og grønlendingum í Danmark at fáa farloyvi til at ansa doyggjandi næstringum heima. Sama skal eisini vera galdandi fyri danir í Føroyum og Grønlandi.

Stjórnarsamstarvið varð kunngjørt fyrrapartin í dag. Í morgin verða nøvnini so sett á nýggju donsku ráðharrarnar og -kvinnurnar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2022

13 Leygardagur 17. desember 2022

Sjálvstýri skal endurreisast og endurnýggjast

Flokkurin kom fyri fyrstu ferð síðani 1943 ikki um tinggáttina, men síðani valið hevur landsnevnarfundir verið, og Sjálvstýri ætlar millum annað at fáa umboð vald til kommunuval í Tórshavn og í Klaksvík næstu ferð

- Tað verður neyðugt at eftirmeta valstríðið og seta út í kortið í góðari tíð til eitt komandi val. Tað arbeiðið verður farið undir beinanvegin, soleiðis at flokkurin er klárur á øllum frontum, so skjótt løgtingsval verður útskrivað (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- So skjótt sum úrslitið av valinum gjørdist greitt, sást ein stríðsandi vakna í bæði valevnum, samskiparum og øðrum, ið standa flokkinum nær. Øll eru samd um, at vit nú skulu undir at endurreisa og endurnýggja flokkin.

Hetta skrivar Sjálvstýri í skrivi, sum varð sent miðlunum mikudagin. Har verður greitt frá, at síðani valið 8. desember, har flokkurin fekk 2,7 prosent, eru komnar áheitanir til landsnevndina um at fara undir arbeiðið at endurreisa flokkin beinanvegin. Landsnevndin hittist sunnudagin og er samd um at fara til verka alt fyri eitt.

Sunnudagin, 11. desember, hevði landsnevndin hjá Sjálvstýri so fund um støðuna,  Semja er í flokkinum um, beinanvegin at fara undir at endurreisa flokkin. Lokalfeløgini hava fundir í vikuni, og ætlanin er at hava eftirmetingarfund fyrst í komandi ári. Eykaðalfundur verður 28. januar, boðar Sjálvstýri frá

- Tað verður neyðugt at eftirmeta valstríðið og seta út í kortið í góðari tíð til eitt komandi val. Tað arbeiðið verður farið undir beinanvegin, soleiðis at flokkurin er klárur á øllum frontum, so skjótt løgtingsval verður útskrivað.  

[object Object]
Rúna Sivertsen í miðjuni er næstforkvinna í Landnevndini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kommunuval og flokkurin á miðjuni
Í skrivinum verður millum annað eisini avdúkað, at til kommunuvalið, sum verður um tvey ár, hevur Sjálvstýri ætlanir um at fáa umboð vald í bæði høvuðstaðnum og í Klaksvík, har tað verður stillað upp politiskt. Hetta kannu vera við til at styrkja flokkin. Í løtuni situr Jógvan Skorheim í býráðnum í Klaksvík - hann hevur áður sitið á løgtingið fyri Sjálvstýri.

Sámal Petur í Grund segði við Portalin valkvøldið, at eftirmeting skuldi til, áðrenn greiða fekst á linjuni til val framyvir

- Nú fara vit at evaluera úrslitið og taka støðu til, hvat vit gera frameftir. Í fyrstu syftu fara vit at vera virkin politiskt uttanfyri tingið. So fara vit at taka støðu til, hvussu vit gera til løgtingsval og onnur val í framtíðini.

Nú sigur floksformaðurin, at tað er eingin ivi um, at tað er brúk fyri einum sosial-liberalum flokki á miðjuni í føroyska politiska landslagnum.

- Sjálvstýrisflokkurin hevur verið bindiliðið millum ideologiskar politiskar frástøður í tíðini, flokkurin hevur verið virkin í løgtinginum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2022

14 Leygardagur 17. desember 2022

Vit vóru 54.159 fólk í november

Í mun til somu tíð í fjør er talan um ein vøkstur á 1,1 prosent ella góð 600 fólk, skrivar Hagstovan

Fólk á Ólavsøku (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

1. november búðu 54.159 fólk í Føroyum, ið eru góð 600 fleiri enn somu tíð í fjør.

Talan er um ein vøkstur á 1,1 prosent, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, har vøksturin var 1,5 prosent, skrivar Hagstovan.

Minkingin í fólkavøkstrinum kemur serliga av burðaravlopinum, sum hevur verið óvanliga lítið seinasta árið, og nettotilflytingin hevur eisini verið eitt sindur minni enn undanfarna tíðarskeið.

Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 124 fólk og eini nettoflyting á 483 fólk.

Sambært Hagstovuni vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Runavíkar og Sjóvar kommunu, meðan størsta minking var í Sumbiar og Skálavíkar kommunu.

Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Havn, á Argjum, í Hoyvík og á Strondum, meðan tað minkaði mest í Søldarfirði, í Sørvági og í Skálavík.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2022

15 Leygardagur 17. desember 2022

Atlantsflog hevur selt Elinborg til USA

Fyrsti Airbussurin hjá føroyska flogfelagnum fór seinasta túr fyri felagið hósdagin. Eitt A320-flogfar kemur í staðin í flotan í mars mánaði, sum eisini fær navnið Elinborg 

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hósdagin fór A319 flogfarið Elinborg (OY-RCG) úr Vágum fyri síðstu ferð. Atlantsflog hevur í eina tíð kannað møguleikar fyri at selja Airbus A319 flogfarið Elinborg, ið er tað minsta av flogførunum hjá felagnum. Avtalað er nú gjørd við amerikanska felagið CFM Materials, ið átti hægsta boð.

Elinborg, ið fleyg á fyrsta sinni til Føroya 22. mars 2012, var fyrsta Airbus flogfari hjá Atlantsflog. Flogfarið varð bygt á flogverksmiðjuni í Hamburg, og serútgjørt til rutuflúgvingina til og úr Vágum og var sum fyrsta flogfar í Evropa útgjørt við framkomnu navigatiónstøknifrøðini RNP AR 0.1, ið hevur bøtt munandi um stundvísið og reglusemið á farleiðunum til og úr Føroyum.

Tilsamans hevur Elinborg flogið í 20.819 flogtímar og samlaða talið av fráferðum og komum er 11.242. Flogfarið varð í eitt styttri tíðarskeið útleigað til felag á kanarisku oyggjunum, ið tó noyddist at gevast við virkseminum, orsakað av avleiðingunum av koronufarsóttini.

Í mars 2023 kemur ætlandi eitt langtíðarleigað A320 flogfar í staðin í flotan. Tá fer Atlantsflog at hava fýra Airbus A320 flogfør og tvær tyrlur av slagnum AW 139. Tvey av flogførunum eru av slagnum Airbus A320neo, ið eru tey mest orkusparandi av sínum slag. Øll flogførini eru útgjørd við navigatiónstøknifrøðini RNP AR 0.1.

- Vit eru takksom fyri tíðina við Airbus A319 flogførum, ið hava tænt okkum framúr væl. Við vaksandi ferðafólkatali er tíðin tó komin til, at siga endaliga farvæl við A319 tíðarskeiðið. Við fýra A320 flogførum, ið øll hava somu stødd, megna vit at betra um kappingarførið og lættari verður at leggja flogferðsluna til rættis. Harumframt eru A320 flogfør burðardyggari í mun til A319 flogfør, tá hugt verður eftir CO2-útlátinum fyri hvørt flogsetur og talið av túrum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog.

Hósdagin fer A319 flogfarið Elinborg ætlandi fyri seinastu ferð úr Føroyum, tá flogið verður beinleiðis úr Vágum til USA. Nýggja Airbus A320 flogfarið, sum kemur í flotan í vár, fær flogskrásetingina OY-RCM og fer eins og A319 flogfarið at verða nevnt Elinborg.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2022

16 Leygardagur 17. desember 2022

Lærarafelagið: Landsroyndir ónýtiligt námsfrøðiligt amboð

Eisini órógva tær ikki so fáar næmingar sum hava tað ringt við krøvum og væntanir

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarfelag Føroya (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Størsti trupulleikin við landsroyndunum er, at undirvíst verður eftir teimum, og at tær eru ónýtiligar sum námsfrøðiligt amboð, heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum í grein í Skúlablaðnum.

- Landsroyndirnar eru av fyrstantíð eitt eftirlitsamboð hjá myndugleikunum, tær hóska seg ikki sum námsfrøðiligt amboð hjá skúlunum, og tað eru tær upprunaliga heldur ikki ætlaðar til. At landsroyndirnar leggja seg so tætt upp at námsætlanunum, er eisini ein stórur bági, tí ofta verður undirvíst neyvt upp til tær, og næmingarnir brúka nógva tíð at venja til landsroynd. Lærarar kenna seg noyddar at venja næmingar til at klára seg væl í landsroynd, og tað er ikki meiningin við undirvísingini. At venja landsroynd er ikki góð undirvísing, tí tá missa vit pláss fyri arbeiðsháttum og evnum, ið geva næmingunum varandi vitan. Meiri tú venur landsroynd, verri klárar tú teg í PISA, tí PISA leggur upp til tað øvuta av tí, sum landsroyndin leggur upp til, nevniliga at fáa næmingarnar at vísa, hvussu teir duga at nýta fakið í ymiskum viðurskiftum í lívinum og gerandisdegnum.

Landsroyndirnar hava eina reglugerð, sum sigur, hvussu tær skulu verða brúktar. Har verður eitt nú ásett, at foreldur skulu verða kunnað um miðalúrslitið av landsroyndini hjá barninum, umframt um miðaltalið fyri skúlan og fyri landið.

- Okkum nýtist ikki eina landsroynd at kunna foreldur um fakliga støðið hjá barninum, tí foreldur fáa javnan at vita, hvussu tað gongur børnum teirra í skúlanum. Harafturat verður sagt í reglugerðini, at skúlaleiðarin saman við lærarunum skal viðgera úrslitið. Men hetta verður lítið nýtt, tí tað eru onnur og betri amboð enn landsroyndin, ið geva eina nógv sannari mynd, sum longu verða brúkt til hetta, so sum lesiroyndir og støðuroyndir í rokning. Sambært kanning siga skúlaleiðarar, at teir ikki viðgera landsroyndirnar saman við lærarum, júst tí at tær ikki eru nóg gott amboð.

Eini onnur viðurskifti, sum lítið verður gáað um í orðaskiftinum um landsroyndirnar, eru, at tær órógva meiri, enn væl er, sigur Jacob Eli S. Olsen.

- Tær órógva læraran, tí hann onkursvegna kennir seg noyddan at venja næmingarnar fram ímóti landsroyndunum, hóast hann veit, at teir einki fakliga fáa burtur úr tí; teir órógva eisini skúlan, sum skal brúka orku til landsroyndirnar. Haraftrat órógva teir ikki so fáar næmingarnar, sum hava tað ringt við krøv og væntanir. Fleiri næmingar fáa tað, sum minnir um angist, undan landsroynd, sigur formaðurin í Lærafelagnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2022

17 Leygardagur 17. desember 2022

Vísindalig grein um skerpikjøt

Eyðfinn Magnussen og Svein-Ole Mikalsen, granskarar á Náttúruvísindadeildini, hava útgivið vísindaliga grein um yndismatin hjá mongum okkara, nevniliga skerpikjøt.

Enn er langur vegur eftir á mál, til vit vita, hvat tað er, sum skapar gott skerpikjøt, og hvussu vit kunnu stýra ræsingar- og turkingarprosessini hagar, sum vit vilja hava hana.
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Allir føroyingar kenna skerpikjøt og vita, hvussu tað smakkar. Vit vita, at tað kann vera rættuliga stóru munur á smakkinum á kjøti frá einum staði í landinum til annað, og vit vita eisini, at munur kann vera á kjøtsmakkinum í teimum ymisku hjallunum í somu bygd.

Flestu fólk, sum hava vit kjøt at gera, vita, at tað, sum helst hevur størsta týdning fyri smakkin á kjøtinum, er hitin í luftini, tá kjøtið verður hongt upp í hjallin.

Er tað lýtt í veðrinum, fær kjøtið ein góðan og ræstan smakk, tí tá hava ræsingarprosessinar, sum stava frá bakterium og soppum, góðar arbeiðsumstøður, bæði uttan á og inni í kjøtinum.  Men er tað hinvegin ov kalt, verður lítil smakkur at kjøtinum, tí tá koma ræsingarprosessinar ongantíð veruliga fyri seg.

Men hvat er tað, sum veruliga hendir, tá ið kjøt verður hongt upp at ræsa?

Hvørjar eru tær týdningarmestur mikroorganismurnar, sum gera, at kjøtið fær tann ræsta smakkin? Hvat er tað, sum hendir við kjøt-kyknunum, og hvørji eru tey kemisku evnini, sum verða framleidd undir ræsingini, og sum geva tann góða ræsta luktin og smakkin, sum vit kenna so væl?

Alt hetta vita vit í veruleikanum sera lítið um, tí so at siga ongar kanningar eru higartil gjørda av røstum kjøti og skerpikjøti í Føroyum.

Vísindalig grein

Í farnu viku kom tó ein vísindalig grein út um hetta evnið í altjóða tíðarritinum, “International Journal of Food Microbiology”, sum lýsir nøkur av hesum umrøddu viðurskiftunum. Greinin nevnist, “Bacterial species diversity of traditionally ripened sheep legs from the Faroe Islands (skerpikjøt)”.

Greinin er úrslit av samstarvi millum granskarar á Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum, einum bólki av granskarum á universitetinum í Keypmannahavn, sum arbeiða við matvørutrygd og sjúkum, og einum bólki av granskarum frá universitetinum í Vrieje í Brússel, sum arbeiðir við mikrobiologi og matvørubioteknologi.

Níggju tjógv úr trimum støðum

Kanning av bakterium og kemiskar mátingar eru gjørdar av níggju skerpitjógvum úr Kollafirði, Oyndafirði og úr Havn. Trý tjógv frá hvørjum staði.

Fyrst varð hugt eftir, hvørji duftevni, biogenar aminir, verða gjørd undir ræsingini. Sum heild vóru nøgdirnar av hesum evnum lítlar.  Tað er tó ógreitt enn, hvat hetta merkir, men nýggjar kanningar kunnu avdúka, hvussu hesi og onnur duftevni kunnu geva tann góða og eyðkenda ræsta luktin og smakkin, sum vit øll kenna so væl.

Ræsingin av kjøti verður gjørd av bakterium og soppum, sum eru á kjøtinum og í luftini, har kjøtið hongur. Tá kannað varð, hvørji sløg ella bólkar av bakterium vóru á teimum nýggju tjógvunum, vísti tað seg, at nógvar av bakteriunum vóru tær somu á øllum nýggju tjógvunum. Men tá hugt var eftir mongdini av teimum einstøku bakteriunum, sum vóru á teimum einstøku tjógvunum, vísti kanningin, at munurin í summum førum var var rættuliga stórur. Á einum tjógvi kundu vera nógv av nøkrum ávísum bakteriusløgum, men á einum øðrum tjógvi var rættuliga lítið til av somum bakterium. Hví so er, vita vit ikki enn.

Kanningin vísti eisini,  at bakteriusamansetingin á tjógvum, sum høvdu hingið í sama hjalli, var meira einsháttað, enn tá samanborið var við tjógv, sum høvdu hingið í einum øðrum hjalli. Hetta er ábending um, at staðið, haðani kjøtið kemur, hevur týdning fyri, hvussu væl tað smakkar. Tað kann vera hjallurin ella hagin, har sum seyðurin hevur gingið, ella kanska ein blandingur av báðum tveimum.


Vita ikki alt enn

Hendan kanningin vísir bara eina løtumynd av, hvussu skerpikjøtið var tann dagin, tað varð kannað. Kanningin sigur okkum tí einki um, hvussu bakteriusamansetingin og nøgdin av bakterium broytist í kjøtinum frá tí, at kjøtið varð hongt upp, til tað varð koyrt í frystiboksina og seinni kannað á laboratoriunum á Náttúruvísindadeildini og uttanlands.

Umframt bakteriur, vita vit, at mikroskopiskir soppar eisini hava týdning fyri ræsing og búning av skerpikjøti. Hetta kenna vit eitt nú frá osti, men í hesi kanningini vóru soppar ikki neyvt kannaðir, men tað var tó staðfest, at ymiskir soppar vóru á kjøtinum.

Eitt er at gera ítøkiligar kanningar av bakterium og av smakki í skerpikjøti. Men fyri at koma fram til, hvørjar bakteriurnar eru, sum geva tann rætta smakkin, er neyðugt við fólki, sum metir um smakk og lukt á kjøtinum og gevur karakter fyri hesi. Tá vit vita, hvat kjøt er “best”, kunnu vit síðani kanna, hvørjar bakteriur og soppar vóru, sum góvu hendan “góða smakk”, men hetta var ikki gjørt í hesi kanningini av føroyska skerpikjøtinum. 

Enn er tí langur vegur eftir á mál, til vit vita, hvat tað er, sum skapar gott skerpikjøt, og hvussu vit kunnu stýra ræsingar- og turkingarprosessini hagar, sum vit vilja hava hana.

Teir, sum vóru við í verkætlanini fyri Fróðskaparsetrið, vóru Svein-Ole Mikalsen, professari í mýlskari lívfrøði, og Eyðfinn Magnussen, sum er lektari í lívfrøði, báðir á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Fróðskaparsetur Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2022

18 Leygardagur 17. desember 2022

Latið blóð 100 ferðir

Síðani 1987 hevur Regin Olsen latið blóð, og er síðani tá tappaður 100 ferðir. Ella 2,8 ferðir í miðal um árið

(Mynd: Klaksvíkar sjúkrahús)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Regin Olsen, maskinmaður á Klaksvíkar sjúkrahúsi, hevur latið blóð 100 ferðir.

Regin Olsen varð tilmeldaður tann 18. juni 1987 og er, síðani tá, tappaður hundrað ferðir, ella í miðal 2,8 ferðir um árið. Seinast hann lat blóð var tann 12. desember.

- Hann fekk eina gávu frá rannsóknarstovuni og vit fingu loyvi at taka nakrar myndir av honum, konuni Karin og teimum starvsfólkunum á rannsóknarstovuni, ið vóru til arbeiðis hendan dagin, skrivar Klaksvíkar sjúkrahús.

- Fyri okkum er hetta nakað heilt serligt, tí hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein blóðgevi hevur latið blóð 100 ferðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Og at tað so er okkara egni maskinmeistari, ger bara søguna meir serliga fyri okkum, sigur Klaksvíkar sjúkrahús. 

Fyri ein, ið er væl fyri, er tað kanska ikki nakað serligt, at seta seg í hendan stólin tríggjar ferðir um árið, í kanska hálvan tíma. Men fyri tey, ið fáa ágóðan av hesum, er tað í øllum nakað heilt serligt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2022

19 Leygardagur 17. desember 2022

Nýggir sáttmálar fyri Føroya Tele og Posta

Sáttmálin varð undirskrivaður í gjár

Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, skrivaðu undir sáttmálan mánadagin (Mynd: Starvsfelagið)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Starvsfelagið hevur gjørt nýggjar sáttmálar við Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri sáttmálaøkið hjá Føroya Tele og Posta. Nýggju sáttmálarnir geva starvsfólkunum á Føroya Tele og Posta eina lønarhækking á ávikavist 7,57 og 7,27 prosent yvir tvey ár. Frá 1. januar 2023 fáa starvsfólkini, sum eru umfatað av hesum sáttmálum, eisini eftirløn av yvirtíðarlønini.

Semjan millum Starvsfelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag varð undirskrivað í Vinnuhúsinum mánadagin. Nýggju sáttmálarnir fyri sáttmálaøkið hjá Føroya Tele og Posta eru tvey ára sáttmálar, galdandi frá 1. januar 2023 til 1. januar 2025.

Lønarkarmurin er samanlagt 7,84 prosent

Lønarkarmurin fyri báðar sáttmálarnar er tann sami, 3,80 prosent fyrra árið og 4,04 prosent seinna árið.

Hesaferð valdi samráðingarnevndin at brúka burtur av karminum fyri fyrsta árið soleiðis, at frá 1. januar 2023 verður eftirløn goldin fyri úrtíðarløn. Hetta merkir, at fyri Føroya Tele verða 15,5 prosent og fyri Posta 15 prosent goldin í eftirlønargjaldi í eftirlønargrunnin av øllum útgoldnum úrtíðarlønum.

Eftir at kostnaðurin av eftirlønargjaldinum er farin av karminum, hækka lønirnar soleiðis í sáttmálaskeiðinum:

Í sáttmálanum fyri Føroya Tele:

  • 1. januar 2023 hækka lønirnar 3,52%
  • 1. januar 2024 hækka lønirnar 4,04%

Í sáttmálanum fyri Posta:

  • 1. januar 2023 hækka lønirnar 3,23%
  • 1. januar 2024 hækka lønirnar 4,04%

Fyri sáttmálan fyri Føroya Tele er galdandi, at arbeiðsgevarin rindar 15,5 prosent í eftirlønargjald av vanligu lønini, viðbótum og úrtíðarløn.

Fyri sáttmálan fyri Posta er galdandi, at arbeiðsgevarin rindar 15 prosent í eftirlønargjald av vanligu lønini, viðbótum og úrtíðarløn.

Lønarhækkingin í sáttmálaskeiðnum svarar til tað, sum onnur feløg á privata arbeiðsmarknaðinum hava fingið fyri sama tíðarskeið.

Tíðindaskriv frá Starvsfelagnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2022

20 Leygardagur 17. desember 2022

Heðin Mortensen hevur sitið sum býráðslimur í hálva øld

Hetta er føroyskt met, og eingin hevur heldur líka nógvar setur sum borgarstjóri sum hann. Almenn móttøka og fagnaðarkonsert fyri 76-ára gamla borgarstjóranum eru á skránni í februar

Um borgarstjórin situr skeiðið út, verður hann longst sitandi býráðslimur nakrantíð í ríkinum (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Heðin Mortensen varð valdur inn í Tórshavnar býráð 8. desember 1972. Tað merkir, at 1. januar hevur Heðin Mortensen sitið sum býráðslimur í 50 ár.

- Hetta er føroyskt met. Heðin Mortensen situr nú fjórða valskeið sum borgarstjóri. Tað er eisini met.

Hetta staðfestir Tórshavnar kommuna í skrivi á heimasíðu sínari, har tað eisini verður staðfest, at um borgarstjórin situr hetta skeiðið út, so hevur hann, tá næsta skeiðið byrjar 1. januar 2025, sitið í Tórshavnar býráð í tilsamans 52 ár.

Harvið kann Heðin Mortensen um tvey ár taka metið sum longst sitandi býráðslimur nakrantíð í ríkiinum.

Tórshavnar kommuna boðar eisini frá, at tað eru fyrireikingar gjørdar fyri at heiðra, at nú 76-ára gamli borgarstjórin skjótt hevur sitið í býráðnum í landsins størstu kommunu í hálva øld.

- Tá býráðsfundurin í gjárkvøldið endaði, kom varaborgarstjórin, sum eisini er formaður í mentanarnevndini, við eini fráboðan, sum eingin visti um. Annfinn Brekkstein boðaði frá, at í sambandi við 50 ára dagin, verður skipað fyri almennari móttøku í Høllini á Hálsi 3. februar 2023, og tann 25. februar skipar Tórshavnar Musikkskúli fyri eini almennari fagnarkonsert fyri borgarstjóranum í Hátuni.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2022

21 Leygardagur 17. desember 2022

Tvørfakligu átøkini á Urd fingið heiður frá Tórshavnar kommunu

Á hvørjum ári verður ársins átak valt í heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu. Starvsfólk og leiðsla hava í samstarvinum sýnt gott hugflog og hava megnað at skipa fyri fjølbroyttum, stuðlandi og stuttligum átøkum stendur millum annað í grundgevingini

- Sum dømi kann nevnast, at borgararnir á Urd verða tiknir við í ymisku uppgávunum í húsinum, sum eru tengdar at árstíðini. Starvsfólkini á Urd vóru bæði bilsin og glað, tá dómsnevndin møtti upp og handaði heiðurin (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á hvørjum ári verður ársins átak valt í Heilsu- og umsorganartænastuni. Í ár var einki undantak og hesaferð vóru tað tvørfakligu átøkini á Urd, sum fingu heiðurin.

Hetta hevur Tórshavnar kommuna kunngjørt á heimasíðu sínari. Har verður skrivað, at starvsfólkini vóru bæði bilsin og glað, tá dómsnevndin í dag møtti upp, meðan tey høvdu ein hugnaliga jólaløtu saman, og boðaði frá, at tey vóru vald til ársins átak.

- Á serstakan hátt hevur tað eydnast at fáa øll við í tvørfakligu átøkini á Urd, sum eru stimbrandi og viðkomandi fyri borgarar og starvsfólk. Hetta er við til at skapa trivnað, menning og virkishug, og fyri tað verður ársins átak latið øllum á Urd

[object Object]
(Mynd: torshavn.fo)

Soleiðis segði dómsnenvndin millum annað í sínari niðurstøðu, sum kann lesast niðanfyri:

Ársins átak 2022 er: “Tvørfakligu átøkini á Urd”

Kjarnuvirksemið á Urd er umlætting og rehabilitering. Arbeitt verður tvørfakliga til tess at stuðla undir, at borgarin fær eitt virkið og innihaldsríkt lív. Í tíðarskeiðinum, tá borgarin er á Urd, verður arbeitt fram ímóti, at borgarin varðveitir og styrkir sínar førleikar, heilsu og vælveru.

Fyri at útinna hetta hava starvsfólk innan allar fakbólkar og leiðsla fyrireikað og framt røð av tvørfakligum átøkum. Eyðkennið fyri tvørfakligu átøkini er, at tey taka støði í vanligum gerandisstøðum og lívsstøðuni hjá einstaka borgararanum.

Starvsfólk og leiðsla hava í samstarvinum sýnt gott hugflog og hava megnað at skipa fyri fjølbroyttum, stuðlandi og stuttligum átøkum.

Sum dømi kann nevnast, at borgararnir á Urd verða tiknir við í ymisku uppgávunum í húsinum, sum eru tengdar at árstíðini. Í summar vóru øll við til at smyrja havamøblarnar, og í heyst var stákan í køkinum, tá fleiri av teimum, sum vóru á Urd, seymaðu, fyltu og kókaðu indur. Dagin eftir var blóðpylsa dagsins døgurði.

Eisini verður skipað fyri øðrum tvørfakligum átøkum til gagns fyri bæði likamligu og sálarligu heilsuna, eitt nú varð gjørt nógv tvørfakligt burturúr ABC vikuni.

Ein dagligur gongutúrur er eisini vorðin ein fastur partur av gerandisdegnum á Urd – um ikki viðrar, verður gingið inni.

Á serstakan hátt hevur tað eydnast at fáa øll við í tvørfakligu átøkini á Urd, sum eru stimbrandi og viðkomandi fyri borgarar og starvsfólk. Hetta er við til at skapa trivnað, menning og virkishug, og fyri tað verður ársins átak latið øllum á Urd.”

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2022

22
Leygardagur 17. desember 2022

Havstovan fer ikki eins langt og ICES

Havstovan vil ikki mæla til at fiskiskapur eftir toski verður støðgaður, eins og ICES mælir til. Men at treytir verða settar, so at ikki ov nógvur toskur er uppií, tá fiskað verður eftir hýsu og upsa

Fiskirannsóknarstovan mælir til, at fiskidagarnir hjá lemma- og partrolarum hækka, meðan dagarnir fyri línu, snellu og troling á landleiðini minka (Savnsmynd: Kiran Jóhannesarson)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Havstovan hevur nú latið Fiskimálaráðnum sítt tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2023.

Við støði í umsitingarætlanini frá 2019 mælir Havstovan til, at tillutaðu fiskidagarnir fyri lemma- og partrolarar (bólkur 2) verða øktir við 5 prosentum og fiskidagarnir fyri línu, snellu og trol á landleiðini (Bólkur 3-5) verða skerdir við 5 prosentum.

Í farna mánaði mælti altjóða havrannsóknarstovnurin ICES til, at eingin toskur á landgrunninum verður fiskaður í 2023 og í 2024.

Tilmælið frá Havstovuni sæst her 

Hetta hevur avbjóðingar við sær, tí toskur verður fiskaður í línufiskiskapi eftir hýsu og trolfiskiskapi eftir upsa. Havstovan mælir til at ávísar rammur verða settar fyri at hýsa og upsi kunnu fiskast, uttan at ov nógv av toski er uppií. Hetta kann t.d. gerast við hjáveiðureglum ella økisfriðingum fyri annaðhvørt ávísan reiðskap ella ávisar skipabólkar. 

Á Føroyabanka mælir Havstovan til, at fiskidagatalið í 2023 verður 200 dagar við bæði stórum og smáum fiskiførum, sum fiska við húki. Í 2020-21 var tó meira at fáa av toski í yvirlitstrolingunum á Føroyabanka, sum bendi á, at toskastovnurin var í ferð við at koma fyri seg aftur, aftaná at hava verið undir minstamarki í 15 ár.

Føroyabanki tolir lítið av roynd, og Havstovan mælir til at farið verður varisliga fram.

  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2022

23 Leygardagur 17. desember 2022

54 ynsktu at byrja at lesa sjúkrarøktarfrøði í januar

25 av teimum hava nú fingið tilboð um lestrarpláss og hava freist til 2. januar at taka av. Talan var um tíggju færri umsóknir enn síðsta vetur

Setrið blandaði seg eitt sindur upp í plakatvalstríðið hjá politisku flokkunum og royndi at dyrgja eftir at fáa umsóknir til vetrarupptøkuna í sjúkrarøktarfrøði (Mynd: setur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Setrið blandaði seg eitt sindur upp í plakatvalstríðið hjá politisku flokkunum og royndi at dyrgja eftir at fáa umsóknir til vetrarupptøkuna í sjúkrarøktarfrøði.

Tá umsóknarfreistin var úti 1. desember, hevði Lestrarskrivstovan fingið 54 umsóknir.

Hesum boðar Fróðskaparsetur Føroya frá á heimasíðu sínari.

Í fjør, tá tað á fyrsta sinni varð tikið inn til sjúkrarøktarfrøði um veturin, vóru tíggju fleiri umsóknir (64). 

Í ár søktu 24 gjøgnum kvotu 1 og 30 gjøgnum kvotu 2. Minni enn helmingurin av teimum 54 sleppur ikki framat hesuferð. Tó kunnu pláss gerast tøk fyrst í januar.

- 25 umsøkjarar hava nú fingið tilboð um lestrarpláss, og tey hava freist til 2. januar at taka av.

Lestrarbyrjan er mánadagin 30. januar 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2022

24
Leygardagur 17. desember 2022

Bláa bók fer í søguna

Nóg mikið at læknin útfyllir eitt skjal, sum kann takast niður av netinum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Framyvir fáa sjófólk ikki longur bláu bók, tá tey hava verið til læknakanning fyri sjófólk. Í staðin fáa tey eitt heilsuprógv, ið er eina A4-síðu til støddar. Hesum boðar Sjóvinnustýrið frá.

Skjalið er talgilt og kann takast niður á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum. Sjófólkið og læknin fylla út oyðublaðið, og sjófólkið fær ta síðuna við sær, har læknin váttar, at sjófólkið er skikkað til skipstænastu.

Frá 1. januar 2023 verður einans nýggja heilsuprógvið útflýggjað eftir læknakanning. Galdandi bláar bøkur varðveita tó sítt gildi fram til ásetta lokadagin í bókini.

Broytingin er ein liður í arbeiðinum hjá Sjóvinnustýrinum at talgilda og lætta um arbeiðsgongdir.

Upplýsingarnar í heilsupróvnum eru samstundis dagførdar samsvarandi STCW-sáttmálanum og MLC-sáttmálanum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2022

25 Leygardagur 17. desember 2022

Nes kommuna kann kalla seg bý

Í januar verður hátíðarhildið, at fólkatalið er komið upp um 1.500 fólk

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nes kommuna ætlar sær í komandi mánaði at hátíðarhalda, at fólkatalið í kommununi fyri fyrstu ferð nakrantíð er komið upp um 1.500 fólk. Harvið kann kommunan fáa sær býarheiti, og bygdarráðið kalla seg býráð.

“Í morgun kundi staðfestast, at tað búgva 1.502 fólk í Nes kommunu, sum tí kann velja at taka sær býarheiti”, skrivaði kommunan á heimasíðuni mánadagin, og legði afturat, at bygdaráðið ætlar at hátíðarhalda býarheitið við einum tiltaki fyri íbúgvunum.

1. januar 2018 búðu 1.279 fólk í Nes kommunu. Sostatt er fólkatalið hækkað við 223 fólkum – ein vøkstur á 17,4 prosent – seinastu fimm árini.

Hagstovan kom í farnu viku út við seinastu hagtølunum fyri fólkatalið í Føroyum. Í hesi samanteljingini er Nes kommuna tó ikki komin upp á 1.500.

Nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni eru pr. 1. november, og tá búðu 1.487 fólk í Nes kommunu: 966 á Toftum, 368 á Nesi og 153 á Saltnesi.

13 av teimum 29 kommununum í Føroyum hava yvir túsund íbúgvar, harav átta (níggju við Nes kommunu) eru oman fyri 1.500.

Tær eru:

Tórshavnar kommuna 23.020
Klaksvíkar kommuna 5.440
Runavíkar kommuna 4.334
Eysturkommuna 2.272
Vága kommuna 2.178
Sunda kommuna 1.818
Tvøroyrar kommuna 1.765
Fuglafjarðar kommuna 1.627
Nes kommuna 1.487
Vágs kommuna 1.380
Vestmanna kommuna 1.269
Sørvágs kommuna 1.241
Sjóvar kommuna 1.191

Tær minstu kommunurnar í landinum eru:

Skúgvoyar kommuna 35
Fugloyar kommuna 39
Famjins kommuna 78
Hovs kommuna 103
Húsavíkar kommuna 105

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2022

26 Leygardagur 17. desember 2022

Stykkja út í Sandoynni

Bæði í Skopun og heima á Sandi hevur J&K Petersen stykkjað út grundstykki. Tilsamans 59 eru ella verða tøk í næstum

Útstykkingin á Sandi (Mynd: J&K Petersen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Um ikki so langa tíð verður koyrandi í Sandoynna, og stóri eftirspurningurin eftir grundstykkjum, hevur fingið komunurnar at stykkja út í rúgvuvís.

Tað er J&K Petersen, sum bæði í Skopun og heima á Sandi stendur fyri at útstykkja.

Arbeiðið við at stykkja út 26 grundstykkir í Skopun er liðugt og tey vórðu latin Skopunar kommunu mánadagin.

Á Sandi er J&K Petersen í ferð við at útstykkja 33 grundstykkir, sum eftir ætlan skulu handast kommununi síðst í komandi árið.

[object Object]
26 grundstykki eru latin Skopunar kommunu (Mynd: J&K Petersen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2022

27 Leygardagur 17. desember 2022

Sáttmáli undirskrivaður um standmynd til minnis um kvinnur deyðar í barsilssong

Leirlistakvinnan Guðrið Poulsen stendur fyri at fáa gjørt fimm-metra høgu súluna, ið helst verður liðugt uppsett í Fuglafirði næsta heyst. Kostnaðarmetingin er 1,5 milliónir krónur, umframt kostnað fyri lendisarbeiðið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikudagin 14. desember, varð sáttmáli undirskrivaður millum áhugabólkin fyri Minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong v/ Anne Mette Greve Klementsen, Brynhild Næs Petersen og Poulinu Abrahamsen og Guðrið Poulsen, listafólk og Fuglafjarðar kommunu.

Hugskotið til minnismerkið spratt á allahalgannadegi í 2018. Á vári 2020 varð uppgávan boðin út, og var tað leirlistakvinnan Guðrið Poulsen, sum fekk høvi at arbeiða víðari við sínum uppskoti og gera minnismerkið. Við minnismerkinum geva vit ofta burturtagdu søgunum um tær, ið doyðu í barsilssong eitt jarðfast og sjónligt minni.

Um allan heim eru kvinnur – bæði nú og í farnum tíðum – deyðar í samband við barnsburð. Hetta er eisini galdandi her hjá okkum í Føroyum, har ferðasambandið heilt til okkara dagar gjørdi tað trupult at heinta bráfeingis hjálp, tá ið truppulleikar stóðust undir føðing. Flestu familjur kunnu siga frá kvinnum, sum eru deyðar í barsilssong, og hvussu hetta hevur nívt og ávirkað søgu teirra í ættarlið. Tíðirnar eru broyttar, eisini í Føroyum, sum í dag er eitt nýmótans samfelag; men søgurnar um deyðu kvinnurnar hava verið við til at mynda fólk okkara og eru verdar at minnast.

[object Object]
Í áhugabólkin fyri Minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong eru Anne Mette Greve Klementsen, Brynhild Næs Petersen og Poulinu Abrahamsen og Guðrið Poulsen, listafólk 

Um uppskotið sigur listakvinnan millum annað:

- Súlan er í byggilistini eitt berandi element. Uttan berandi súluna detta hæddirnar oman yvir okkum. Uppskotið til minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong, er ein súla, sum myndar abstrakta vavið av eini kvinnu, tað ítøkiliga plássið, sum kvinnan hevur/hevði í verðini. Súlan stendur beint niður á grassvøllin, sum ein bulur millum træbularnar í lundini kring kirkjuna. Standmyndin er ein abstraktión upp ímóti tí hvíta kirkjuskjøldrinum. Demokratisk (red. víttfevnandi), skilt á tann hátt, at hon er ein gestaltur ímillum okkum, á jøvnum føti við okkum, uttan sokkul.

Eftir rættiliga drúgt fyrireikandi arbeiði, er nú greitt, at 5 metra høga súlan verður gjørd úr leiri, sum verður brend á Tommerup Keramiske Værksted á Fyn í Danmark. Samlaða kostnaðarmetingin er 1,5 milliónir krónur umframt kostna fyri lendisarbeiðið.

Standmyndin væntast liðugt uppsett á heystið 2023. Til ber eisini at lata fíggjarligan stuðul til minnismerki, skrivar Fuglafjarðar kommuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2022

28 Leygardagur 17. desember 2022

Grundøkið til tyrlusimulatorin liðugt planerað

Arbeiðið at byggja tyrlusimulatorin hjá Atlantic Airways fer í gongd fyrst í komandi ári

(Mynd: Sørvágs kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Arbeiðið at planera grundøkið til nýggja tyrlusimulatorin hjá Atlantsflogi er liðugt. Økið er 4.200 fermetrar, og arbeiðið at byggja fer í gongd fyrst í nýggja árinum, veit Sørvágs kommuna at siga á heimasíðuni.

Arbeiði uppá planeringina byrjaði seinast í august, og 8. september varð fyrsta skotið latið av. Arbeiðið hevur gingið væl, og bæði tíðarætlan og kostnaðarætlan hava hildið. Tað er J&K sum hava planerað økið, og Sørvágs kommuna er sera væl nøgd við væl frágingna arbeiði.

Tað var í juni, at Atlantsflog og franska felagið Thales Group skrivaðu undir sáttmála um tyrlusimulator í Vágum.

Væntandi verður hann klárur at taka í nýtslu fyrsta ársfjórðing 2024. Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er nakað omanfyri 100 milliónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2022

29 Leygardagur 17. desember 2022

Ætla at gera viðarlund í Dalinum Langa

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu millum annað til at ávísa fígging á seks millónir krónur til verkætlanina, og at heimila umsitingini at gera sáttmála við arbeiðstakara

Útivið fimtitúsund trø aftrat í fyrsta umfari, náttúruspælipláss, útferðarpláss og uppihaldspláss - hetta er ætlanin, sambært Tórshavnar kommunu
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Útivið fimtitúsund trø aftrat í fyrsta umfari, náttúruspælipláss, útferðarpláss og uppihaldspláss. Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið einmælt at gera Dalin Langa í Hoyvík til eitt enn betur náttúruøki at nýta til "rekreatión"

Hetta skrivar torshavn.fo.

- Nógv er longu gjørt, serliga við gøtusambandinum frá kirkjuni og niðan í Klingruna. Dalurin Langi er í dag ein landslagskíli inn ígjøgnum býin, og ein gøta gongur gjøgnum dalin frá Hoyvíkshøllini og niðan til vegin Klingruna. Men ynski eru um geva enn betur atgongd til hetta náttúruøki og at gera tað til eitt enn betur uppihaldsstað hjá borgarunum í Hoyvík at brúka í sinum gerandisdegi.

Ætlanin er eisini at gera fleiri gøtusambond, sum gera tað møguligt at ganga ein rundtúr í økinum og uppliva náttúruna. Tað skal gróðursetast fyri at skapa lívd og framhevja náttúrukensluna í økinum og at gera uppihaldspláss við ymiskum aktivitetum, til dømist náttúruspælipláss, útferðarpláss og annað.

Tórshavnar kommunu skrivar, at Eigarafelagið Hoyvíkshædd hevur fingið heimild at fara í gongd við at skipa norðasta part av dalinum til eitt býlingsfríøki hjá teimum. Føroya Tele hevur eisini latið ein fyrispurning inn um at fáa eitt øki at gróðurseta, og Arbeitt verður í løtuni við at gera eitt røktarheim á Stórubrekku - ætlanin er, at ein partur av matriklinum hjá røktarheiminum skal vera verandi partur av fríøkinum og skal skipast við í ætlanina fyri náttúruøkið í Dalinum Langa.

Fígging á seks milliónir ávíst

Avmarkað útboð upp á heildarveiting av náttúruøkinum í Dalinum var í vár. Fýra uppskot vóru. Urtagarðstænastan hevði sambært metingini besta tilboðið, umleið 5,4 milliónir. Men av tí at ynskiligt var at tillaga verkætlanina við eitt nú at planta fleiri plantur, trø og runnar, og gera fleiri gøtur, so verða handverkaraútreiðslurnar nakað hægri at fremja verkætlanina, enn tilboðið ljóðar uppá. Mett varð tí, at tørvur var á eini játtan á kr. 6,9 milliónir kr íroknað mvg.

- Mælt varð tí til at heimila umsitingini at fara í samráðingar við Urtagarðstænastuna um at tillaga verkætlanina við planting av fleiri trøum, at gera sáttmála við vinnandi fyritøkuna, um samráðingarnar koma á mál og at ávísa fígging á 6,9 mió. kr til verkætlanina. Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti 17. oktober at heimila umsitingini at fara í samráðingar við vinnandi um at tillaga verkætlanina til eina viðarlund.

Sambært Tórshavnar kommunu hevur umsitingin umrøtt við arbeiðstakaran, at ynski er at planta meira, og at gera fleiri gøtur, herundir at broyta plantuætlanina, soleiðis at tættari og hægri planting verður í ynsktu økjunum. Í tilboðnum hevur arbeiðstakarin umleið 47.000 plantur íroknaðar, so í fyrsta umfari verður farið undir at broyta plantusamansetingina, fyri síðani, so hvørt plantað verður, at meta um, hvussu nógv skal leggjast afturat fyri at fáa viðarlundakensluna meiri sjónliga.

- Mælt verður til at planta tætt og høgt uppat gonguleiðini á báðum síðum, serliga niðan til Klingurstjørn. Loysnin verður eftirmett, so hvørt sum arbeiðið verður gjørt øki fyri øki. Umrøtt varð, at plantast kundi serliga tætt, har gøtur koma inn á Kirkjugarðsleiðina. Spæliøkini verða skipað í samstarvi við býarskipanardeildina, tá ið farið verður í gongd.

Harafturat er ætlanin at gera átak at betra um liviumstøðurnar hjá fuglum í økinum. Hugsað verður um møguleikan at gera ein hólm og planta, so dunnur fara at reiðrast í økinum. Ætlanirnar um samstarvið við Føroya Tele og aðrar vinnuligar grannar varð somuleiðis umrøtt við arbeiðstakaran. Arbeiðstakarin er sinnaður at samstarva við hesi, soleiðis at tey kunnu luttaka í plantingini.

Til seinast skrivar torshavn.fo, at tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu til at ávísa fígging á 6 milliónir krónur til verkætlanina, og at heimila umsitingini at gera sáttmála við arbeiðstakara og at beina málið í býráðið umvegis fíggjarnevndina. Hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundi hóskvøldið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2022

30 Leygardagur 17. desember 2022

Áleið 30 tilflytarar taka grundskeið í føroyskum í Klaksvík

Í vikuni var borgarstjórin og vitjaði tilflytarar, sum taka grundskeið, í samband við at hetta var síðsta kvøldið við undirvísing áðrenn jólafrítíðina. Tey flestu á skeiðnum eru úr Asia, meðan onnur eru úr Norðurlondum, Eysturevropa og Afrika

- Eitt, sum kom fram, var, at støðið og harvið tørvurin vóru sera ymisk. Eisini bleiv nevnt, at tað til tíðir er ein avbjóðing at finna rætta tilboðið, tí fleiri kundu hugsað sær meiri frálæru í føroyskum (Mynd: klaksvik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Klaksvíkar kommuna skrivar, at tey, sum í løtuni ganga til undirvísing í føroyskum, eru á leið 30 í tali og koma úr nærum øllum heiminum. Tey flestu eru úr Asia - úr londum sum Indonesia og Filipsoyggjunum - meðan onnur eru úr Norðurlondum, Afrika og Eysturevropa.

Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðaði pitsu og nýtti høvið at práta við tilflytararnar og hoyra, hvussu tað gekk hjá teimum at læra føroyskt.

- Eitt, sum kom fram, var, at støðið og harvið tørvurin vóru sera ymisk. Eisini bleiv nevnt, at tað til tíðir er ein avbjóðing at finna rætta tilboðið, tí fleiri kundu hugsað sær meiri frálæru í føroyskum, men tað kann vera ein avbjóðing at fáa undirvísingartilboð og arbeiði at ganga hond í hond.

Núverandi býráð endurstovnaði integrasjónsnevndina, tá býráðssetan byrjaði 1. januar 2021. Endamálið við integrasjónsarbeiðinum hjá Klaksvíkar kommunu er fyrst og fremst at stuðla undir og taka stig til integrasjónsfremjandi tiltøk í Klaksvíkar kommunu.

[object Object]Myndir: klaksvik.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2022

31 Leygardagur 17. desember 2022

Arbeiðið steðgaði upp tá kreppan rakti í 1992 - nú verður vegurin dagførdur

Seinnu árini hevur lítið verið gjørt við Stangavegin, men fyri nøkrum árum síðani samtykti Klaksvíkar býráð, at nú skal vegurin gerast liðugur

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Dagføring av Stangavegnum byrjaði í 80’unum, men steðgaði upp, tá kreppan rakti Føroyar í 1992. Seinnu árini hevur lítið verið gjørt við vegin, men fyri nøkrum árum síðani samtykti Klaksvíkar Býráð, at nú skal vegurin gerast liðugur, og hevur býráðið leypandi sett pening av til arbeiðið, skrivar klaksvik.fo.

Avsetti peningurin, sum í ár er umleið 4 mió. krónur, verður brúktur til vegabreiðkan og gongubreyt.

Í hesum døgum verður arbeitt oman fyri Heilsøluna og Borg, har garður verður gjørdur, soleiðis at pláss er fyri gongubreytum á báðum síðum. Vegadeildin fremur arbeiðið og Kanjon hevur stoypt elementir, sum verða brúkt.

Næsta ár eru 3 milliónur krónur settar av til parkeringspláss og annað norðan fyri Garðabrekkuna (vanliga rópt Kongaríkið). 

Somuleiðis hevur kommunan keypt eini sethús, sum skulu takast niður fyri at flyta vegin (Garðabrekkuna) longur norð, so brekkan ikki gerst so brøtt. Hendan ætlanin varð samtykt av býráðnum fyrst í 80’unum, og er síðani tikin fram aftur og samtykt av nýggjum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2022

32 Leygardagur 17. desember 2022

Europe kemur á Summarfestivalin í august

Svenski 80'ara rokkbólkurin er fyrsta navnið, sum er kunngjørt. Teir spæla á Vágsbøi 4. august

Manningin í bólkinum líkist framvegis upprunaligu manningini, og nú teir koma til Føroya, er bólkurin mannaður við Joey Tempest, John Norum, John Levén, Mic Michaeli og Ian Haugland
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Summar Festivalurin hevur nú kunngjørt fyrsta bólkin til festivalin næsta ár. Heimskendi svenski rockbólkurin Europe, ið hevur hittað um allan heimin við sangum sum “The Final Countdown”, “Carrie” og “Superstitious”, spælir á Vágsbøi í august.

Stóra gjøgnumbrotið hjá bólkinum kom í 1986, tá ið “The Final Countdown” var hitt um allan heimin. Sangurin var ovast á hitlistum í yvir 25 londum, og við tíðini hevur sangurin vunnið sær støðu sum ein av stóru sangunum í rocksøguni – ein ordans rockklassikari. Um sama mundið hittaði Europe eisini við sangum sum “Rock the Night” og “Carrie”, og seinni komu sangir sum “Superstitious”, “Open Your Heart”, “Prisoners in Paradise” og fleiri.

Tá ið grunge-bylgjan skolaði um heimin tíðliga í 1990’unum, valdi Europe at halda steðg, og hesin steðgur vardi í ellivu ár. Síðani 2003 hevur Europe regluliga givið nýggjan tónleik út, og teir hava spælt konsertir og á festivalum kring heimin. Eitt nú spældu teir á G! Festivalinum í 2005.

Manningin í bólkinum líkist framvegis upprunaligu manningini, og nú teir koma til Føroya, er bólkurin mannaður við Joey Tempest, John Norum, John Levén, Mic Michaeli og Ian Haugland.

Summar Festivalurin 2023 verður hildin dagarnar 3. til 5. august.




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2022

33 Leygardagur 17. desember 2022

Tim Christensen hevur tvær konsertir í Føroyum í mai

Danski tónleikarin spælir í Norðurlandahúsinum og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað eru tíggju ár síðani at Tim Christensen, fyrrverandi forsangari í Dizzy Mizz Lizzy, hevði solokonsert í Føroyum, men næsta ár verður aftur møguligt at uppliva danska tónleikaran og sangaran her.

Felagið Hugnaløtur boðar frá, at Tim Christensen fer at hava eina konsert í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 4. mai og eina kvøldið eftir, fríggjakvøldið 5. mai, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Um nú 48-ára gama danan skrivar Hugnaløtur soleiðis: 

- Tim Christensen er ein av mest markantu tónleikarunum í nýggjari danskari rokksøgu – fyrst sum frontmaður í stóra danska 90'ara rokkbólkinum, Dizzy Mizz Lizzy, og síðani sum sera væl dámdur solotónleikari. Solokarrieran varð skotin væl í gongd við útgávuni ”Secrets on Parade” í 2000, har m.a. ”Love is a matter of” seldi á leið 70.000 eindir. Eisini ”Right next to the right one” frá sjónvarpsrøðuni ”Nikolaj og Julie” frá 2002 gjørdi nakað gott við solokarrieruna hjá Tim Christensen. Síðani tá hevur hann útgivið tríggjar útgávur, har tann seinasta útgávan var framleidd í tøttum samstarvið við fasta backingband’ið, The Damn Crystals.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2022

34 Leygardagur 17. desember 2022

RSP á Voxbotn

Bólkurin hevur livað í undirgrundini í nøkur ár, og eru RSP nú kendir fyri, at tora at seta orð á tað, ið onnur ikki tosa um

Heini Ronnason á Heygum er ein av teimum trimum, sum mynda RSP (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Rappararnir og hiphoppararnir úr RSP hava veruliga tikið føroyingar av bóli, við teirra altíð orkufyltu framførslum og ópoleraðu tekstum. Bólkurin hevur livað í undirgrundini í nøkur ár, og eru RSP nú kendir fyri, at tora at seta orð á tað, ið onnur ikki tosa um.  

Teir rappa um skuggasíðurnar av samfelagnum, teir flirta við áhoyrarafjøldini og teir eiga pallin, sum eingin annar. Áhoyrara jøldin kókar, tá RSP fara á pallin og í 2023 koma teir á OY Voxbotn.  

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn og Katrina frá Katrina & The Waves, koma á Voxbotn 2023. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2022

35 Leygardagur 17. desember 2022

Samstarv komið í lag millum Sement og SPOT Festival

Høvuðsvinningurin á Sement 2023 verður at spæla á SPOT Festivalinum í Aarhus, sum er størsta sonenvda "showcase" í Danmark

- Hetta er stórt. Vit hava altíð havt eitt ynski um at fáa føroyskan tónleik út í verðina, og SPOT Festivalurin er tað perfekta amboðið, sigur Hergeir Staksberg, ið er fyri- og samskipari av Sement
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Hetta er stórt. Vit hava altíð havt eitt ynski um at fáa føroyskan tónleik út í verðina, og SPOT Festivalurin er tað perfekta amboðið

Hetta sigur Hergeir Staksberg, fyri- og samskipari av Sement, í samband við, at nýggja samstarvið er komið í lag.

- Vit á Tórsgøtu trúgva uppá, at samstarv er vegurin fram. Og tað er eisini takkað verið góðum samstarvi við Glenn Larsen hjá FMX og SPOT Festivalin, at vit hava fingið hesa avtaluna í lag. Hevði eg enn verið aktivur innan tónleik, so hevði eg ikki ivast í at melda meg til Sement, tí hesin møguleikin er so mikið góður, at mann má taka av. Mær vitandi var tað eisini SPOT, sum var byrjanin til tónleikakarrieruna hjá Teiti Lassen, so hetta er ikki bara bara, sigur Hergeir.

Lopfjøl til altjóða marknaðin

Glenn Larsen frá FMX er samdur við Hergeiri.

- Hetta er eitt ótrúliga spennandi samstarv. SPOT er størsti showcase festivalurin í Danmark, sum eisini er fantastisk reklama fyri føroyskar tónleikarar. Vit eru sjálvandi ótrúliga fegin um samstarvið. Hetta ger eisini Sement meir aktuelt enn nakrantíð áður. Tað er ofta á Sement, at vit síggja framtíðina innan tónleik. Og nú fáa føroyingar eina lopfjøl til eina tónleikakarrieru beint eftir Sement finaluna, sigur Glenn Larsen.

SPOT gleðir seg til føroyska íkastið

Gunnar K. Madsen, skrivstovuleiðari hjá SPOT sigur soleiðis um nýggja samstarvið:

- SPOT hevur eina langa siðvenju í at samstarva við føroyskt tónleikalív. Ein rúgva av framúrskarandi føroyskum tónleikarum hevur fingið eina stóra áskoðarafjøld á Spot, eins og fleiri føroyskir tónleikarar hava brúkt SPOT sum eina lopfjøl víðari út í heimin.

- Vit gleðast yvir tað góða samstarvið millum føroyska tónleikalívið og SPOT. Og vit gleða okkum til at kunngera nýggj føroysk nøvn frá tí produktiva og kreativa oyggjasamfelagnum í Norðuratlantshavi, sigur Gunnar K. Madsen.

Spot Festivalurin er 5. og 6. mai í Aarhus. Skráin er ein sunn blanding av tí besta og nýggjasta, sum Danmark og norðurlond hava at bjóða. Hetta er ein festivalur, sum gevur innlit í núverandi og komandi trend innan tónleikaheimin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2022

36 Leygardagur 17. desember 2022

Nýggj krimi frá Jógvani Isaksen

'Halgigripaskrínið' er ein William Hammer horror krimi, har eisini Hannis Martinsson nú og tá vitjar inn á pall

Jógvan Isaksen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í 1952 verður eitt lítið grønt skrín funnið í eini brunatoft úti í Tinganesi, og tað fær óhugnaligar og óskiljandi avleiðingar. Í 2022 verður ein politikari dripin og stutt seinni endurtaka hendingarnar frá 1952 seg á Argjum. Halgigripaskrínið er ein William Hammer horror krimi, har eisini Hannis Martinsson nú og tá vitjar inn á pall. 

"Tey, sum hesa náttina komu framvið húsunum, kendu seg tiknan av einum skelkandi óunnileika. Tá ið tey litu seg íkring at finna út av, hvaðani kenslan stavaði, sóu tey eitt bleikt grønt ljós lýsa úr øllum vindeygum á teimum einsamøllu húsunum. Hóast tað var blikalogn, klamsaði havaportrið sum í illveðrið, og ljóðið fekk tey at hugsa um ein óðan hund. Eingin steðgaði á meira enn eitt andarhald. Uttan at vita reiðiliga hví, fóru tey at ganga skjótari og skjótari. Føturnir fluttu seg títtari og títtari, og at enda runnu tey. Burtur, burtur, inn í myrkrið at krógva seg."

Halgigripaskrínið er gjørd á Føroyaprenti.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2022

37 Leygardagur 17. desember 2022

Nýggj føroysk samtíðarskaldsøga

"Tám" eftir Jón Thorsteinsson, sum verður givin út av Forlagnum Brúgvin, snýr seg um eina staka mammu, sum hevur búð uttanlands í nógv ár og flytur aftur til Føroya við soni sínum

Jón Thorsteinsson við nýggju skaldsøguni
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein nýggj føroysk samtíðarskaldsøga er komin út.

Talan er um "Tám" eftir Jón Thorsteinsson, sum snýr seg um eina staka mammu, sum hevur búð uttanlands í nógv ár, og flytur aftur til Føroya við soni sínum. Tey royna at fóta sær á bústaðarmarknaðinum í høvuðsstaðnum, men tað vísir seg, at vandar liggja og lúra. Stríðast má fyri glottunum í gerandisdegnum í hesi søguni um broytingar á lívleiðini, vinaløg, tráan, brotsgerðir og nýbornan kærleika.

Bókin verður lýst sum "filmisk" og sum ein realistisk skaldsøga, sum líðandi gerst meira spennandi.

Bókin, sum er 342 síður, verður útgivin á Forlagnum Brúgvin.

Hetta er triðja bókin eftir Jón Thorsteinsson. Hinar báðar eru ”Søgur úr býnum”, ið kom út í 2019, og ”Hult og dult”, ið kom út í 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2022

38 Leygardagur 17. desember 2022

Jólakonsert í Ebenezer í dag

Ebenezerkórið fer at syngja - eisini vera Regin Guttesen, Maria á Lakjuni og Sigrun av Reyni við

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í dag, leygardagin 17. desember, bjóðar samkoman í Ebenezer í Havn inn til jólakonsert.

Talan er um trý tiltøk. Klokkan 16 syngja barnakórini í samkomuni á Ebenezertrappuni, klokkan 17 er stóra jólakonsertin við Ebenezerkórinum, Regini Guttesen, Mariu á Lakjuni og Sigrun av Reyni, og eftir konsertina, umleið klokkan 18.30, verður opið hús.

– Tað er okkum ein stór gleði, aftur at kunna bjóða inn til jólakonsert, eftir at tað ikki hevur verið møguligt seinastu árini, siga tey í Ebenezer.

– Vit vóna at síggja nógv fólk, bæði til konsertina og at nógv støkka inn á gólvið til ein kaffimunn og jólahugna eftir konsertina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2022

39 Leygardagur 17. desember 2022

Sunnudagin verður aftur jólakonsert hjá Klaksvíkar Hornorkestri

Árliga jólakonsertin hevur verið síðani 1966 - tó ikki seinastu tvey árini orsakað av koronu. Umframt Klaksvíkar Hornorkestur luttaka Kvinnukórið Suð, Kirkjukórið í Christianskirkjuni og Klaksvíkar Manskór í konsertini í Christianskirkjuni

Á skránni eru góður horntónleikur og kórsangur - kendir jólasálmar og felagssangur (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnukvøldið 18. desember klokkan 20 verður árliga jólakonsertin hjá Klaksvíkar Hornorkestri í Christianskirkjuni.

Fyrsta jólakonsertin í hesi røðini var í 1966, og hetta er konsert nummar 55. Í fyrraárið og í fjør varð konsertin avlýst orsakað av koronu.

Umframt Klaksvíkar Hornorkestur luttaka Kvinnukórið Suð, Kirkjukórið í Christianskirkjuni og Klaksvíkar Manskór.

Á skránni eru góður horntónleikur og kórsangur, kendir jólasálmar og felagssangur.

Øssur Kjølbro, prestur, hevur andakt.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2022

40 Leygardagur 17. desember 2022

Gøtu kirkju ungdómskór syngur jólini inni sunnukvøldið

Vanliga er stúgvandi fult í Gøtu kirkju, tá kórið fjórða sunnudag í advent hevur árligu jólakonsertina. Til konsertina, ið byrjar klokkan 19.30 sunnukvøldið, verða nýggir og gamlir jólasangir framførdir

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Siðbundna jólakonsertin "Vit syngja jólini inn" í Gøtu kirkju, verður endiliga hildin aftur undir vanligum umstøðum fjórða sunnudag í advent, tað vil siga sunnudagin 18. desember, klokkan 19.30.

Vanliga savnar konsertin 400-600 fólk, so tað ræður um at møta tíðliga, um rætta plássið skal fáast.

Kórið hevur vant nógv til konsertina og verður, sum altið, sera væl fyrireika, til at geva áhoyrarum tí best møguligu jólakonsertina.

Kórið leggur dent á at hava nøkur nýggj elementir við hvørt ár til jólakonsertina - og í ár verður onki undantak. Til konsertina verða nýggir og gamlir jólasangir framførdir

Konsertin er ókeypis, men høvið verður at geva eina gávu til raksturin av kórinum, og tær avbjóðingar, sum kórið hevur fyri framman.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2022

41 Leygardagur 17. desember 2022

Jólakonsert í Fríðrikskirkjuni sunnukvøldið

Hetta er fyrsta konsertin hjá kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni við nýggja kórleiðaranum, Susanne Brattaberg. Eisini eru felagssangur og solosangur á skránni, og cellonæmingar spæla

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnukvøldið, 18. desember klokkan 19, verður jólakonsert í Fríðrikskirkjuni.

Hetta er fyrsta konsertin hjá kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni við nýggja kórleiðaranum, Susanne Brattaberg, sum hevur stjórnað kórinum síðani september í ár.

Umframt skránna hjá kirkjukórinum, verður solosangur og cellonæmingar spæla.

Eisini verður felagssangur. Martin Restorff Jacobsen spælir undir hjá kórinum og til felagssangin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2022

42 Leygardagur 17. desember 2022

Sjey nýggjar bøkur frá Bókadeildini í desember

Hetta er ársins áttanda og seinasta bókaumfar. Talan er um nakrar fittar myndabøkur til smærri børn, eina forkunnuga myndabók um veðurlagsbroytingar, ferðmiklar søgur til størri børn og ein stuttlig og álvarsom ungdómsbók.

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bókadeildin gevur út sjey bøkur í ársins áttanda og seinasta bókaumfari! Nakrar fittar myndabøkur til smærri børn, ein forkunnug myndabók um veðurlagsbroytingar, ferðmiklar søgur til størri børn og ein stuttlig og álvarsom ungdómsbók.

Mimbo Jimbo sigur góða nátt

Mimbo Jimbo sigur øllum vinunum góða nátt ...

... og bustar tenn. Sov væl, Mimbo Jimbo.

Jakob Martin Strid hevur skrivað og myndprýtt bókina. Bókin er ein pappbók, 12 bls. og til børn, sum eru uml. 0-1 ára gomul. 


[object Object]


Jóna etur alt

Forvitna Jóna finnur altíð okkurt gott! Nammi-namm. Jóna vil smakka alt: Sand, blómur og harusparl. Karamellupappír er eisini gott. Men tá ið tann ordiligi døgurðin er liðugur, er Jóna mett! Ella … 

Møðgurnar Eva Eriksson og Lisa Moroni hava skrivað og myndprýtt, og Kristianna Poulsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 18 bls. og til børn, sum eru uml. 2-3 ára gomul.

[object Object]


Jóna setir seg

Kann eg sita her? undrast forvitna Jóna.

Jóna vil seta seg á pinkulítla stólin hjá dukkuni. Oy! Hann brotnaði. Men tað ger einki. Jóna kann jú seta seg á so nógv annað. Á bóltin kanska

Møðgurnar Eva Eriksson og Lisa Moroni hava skrivað og myndprýtt, og Kristianna Poulsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 18 bls. og til børn, sum eru uml. 2-3 ára gomul.

[object Object]

Mítt botnlív – skrivað hevur ein einsamallur axolotlur

Mítt botnlív er ein vónrík og eksistentiell myndabók um veðurlagsbroytingar.

Linda Bondestam er ein finnlandssvenskur myndabókaskapari, og henda bókin var tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri barna- og ungdómsbøkur í 2021. Sanna A. Dahl týddi úr svenskum.

Bókin er innbundin, 48 bls. og til børn, sum eru uml. 4-6 ára gomul.

[object Object]

Nógv tann elsti nakrantíð

Ein dagin verður alt lívið hjá Eyð vent á høvdið. Mamma og pápi fortelja henni góð tíðindi – sum hon ikki verður glað fyri. Samstundis viknar heilsan hjá Ragnari, 97 ára gamla besta vini hennara og floksfelaga. Eyð følir, at alt broytist – og tað gongur alt ov skjótt!

Eyð lærir, at tað ofta er stutt millum sorg og gleði, og at stórar broytingar ikki altíð eru so truplar.

Bergrún Iris Sævarsdóttir hevur skrivað og myndprýtt. Bókin er innbundin, 112 bls. og til børn, sum eru uml. 7-9 ára gomul.

[object Object]

Rustaði heimurin III - Ókrút

Ókrút er triðja bók í røðini Rustaði heimurin.

Tey fýra systkini hava sett seg upp ímóti risafyritøkuni Atlas og tí óhugnaliga Døkka Gubba. Men nú eru Píl, Petur, Bowie, foreldrini og abbin fangað í Atlastorninum. Bara lítlasystirin Ramona gongur leys. Hon er stødd skeivumegin elektropulsmúrin í rusklandinum Danmark, men tíbetur hevur hon tann tonsatunga námsrobottin, Rusk, hjá sær, og tey bæði ætla sær at bjarga familjuni.

Adam O. hevur skrivað og myndprýtt, og Tórarinn Niclasen á Rípuni týddi úr donskum. Bókin er heft, 82 bls. og til børn, sum eru uml. 10-13 ára gomul.


[object Object]

Comedy Queen

Mamman hjá Sashu fekk fólk at gráta. Hon fær enn fólk at gráta, hóast hon ikki livir longur. Tí hevur Sasha gjørt ein lista. Fyri ikki at blíva sum mamman eru tað sjey ymisk ting, hon má gera. Um hon bara eydnast við tí, so kanska hitt hvørvur, tað, sum fjalir seg aftan fyri eyguni og brennur og hóttir við at trilla oman eftir kjálkunum.

YMISKT, EG MÁ GERA FYRI AT YVIRLIVA:

  1. Klipp alt hárið av.
  2. Royn ikki at taka tær av nøkrum, sum livir.
  3. Les ongar bøkur.
  4. Far bara í litføgur klæðir.
  5. Hugsa ikki ov nógv (helst slett einki).
  6. Ikki ganga túrar. Ikki fara í skógin.
  7. Ver ein COMEDY QUEEN!

Jenny Jägerfeld hevur skrivað, og Ása Ellefsen týddi úr svenskum.

Bókin er heft, 214 bls. og til børn, sum eru uml. 12 ár og eldri.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2022

43 Leygardagur 17. desember 2022

Danir fara at innflyta 10.000 minkar

1. januar verður aftur loyvt at ala mink í Danmark, og fyrstu minkarnir koma úr Íslandi, Noregi, Spania, Polandi og Finnlandi

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyri góðum tveimum árum síðani vórðu allir minkar í Danmark tiknir av døgum eftir boðum frá donsku stjórnini.

Orsøkin varð, at eitt nýtt koronufrábrigdi varð staðfest millum minkar í Norðurjútlandi, og stúrdu myndugleikarnir fyri, at djórini fóru at gerast orsøkin til eina størri smittuspjaðing.

Eitt fyribils bann móti aling av minki varð eisini sett í verk av donsku stjórnini, og tað fer úr gildi 1. januar 2023. Í september boðaði Statens Serum Institut frá, at tað aftur varð mett forsvarligt at ala mink, og verður forboðið sostatt ikki longt.

13,5 milliónir minkar vórðu tiknir av døgum fyri tveimum árum síðani, og nakrir minkalarar ætla sær nú at byrja at ala mink aftur.

10.000 minkar verða innfluttir til Danmarkar í fyrsta umfari, harav 2.000 úr Íslandi. Minkar á gørðunum í Íslandi eru nevniliga ættaðir frá minkum, sum íslendingar influttu úr Danmark, og tað hevur stóran týdning, sigur fyrrverandi minkalari við DR.

Minkar verða eisini innfluttir úr Noregi, Spania, Polandi og Finnlandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2022

44 Leygardagur 17. desember 2022

Her eru ráðharrarnir í donsku stjórnini

Nývalda danska SVM-stjórnin er júst komin út úr Amalienborg eftir at hava heilsað upp á drotningina og krúnprinsin

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

23 ráðharrar og -kvinnur eru í nýggju donsku stjórnini, sum varð kunngjørd hósdagin eftir at tey høvdu verið á Amalienborg fyri at heilsa upp á drotningina og krúnprinsin.

Talan er um átta kvinnur og 15 menn.

Sosialdemokratisku stjórnarlimirnir eru hesir:

Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna
Nicolai Wammen, fíggmál
Peter Hummelsgaard, løgmál
Morten Bødskov, vinnumál
Dan Jørgensen, menningar- og veðurlagsmál
Magnus Heunicke, umhvørvismál
Pernille Rosenkrantz-Theil: almanna- og íbúðarmál
Ane Halsboe-Jørgensen, arbeiðsmarknaðarmál
Mattias Tesfaye, barna- og kenslumál
Kaare Dybvad Bek: útlendinga- og integrasjónsmál
Jeppe Bruus, skattamál

[object Object]
Hálvi føroyingurin Thomas Danielsen verður nýggjur ferðslumálaráðharri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Stjórnarlimir frá Venstre:

Jakob Ellemann-Jensen, verjumál og varaforsætisráðharri
Troels Lund Poulsen, búskaparmál
Sophie Løhde, innanríkis- og heilsumál
Jacob Jensen, matvøru, búnaðar- og fiskivinnumál
Louise Schack Elholm, kirkjumál, útjaðaramál og norðurlendskt samstarv
Thomas Danielsen, ferðslumál
Marie Bjerre, javnstøða og talgilding

Stjórnarlimir frá Moderaterne:

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri
Jakob Engel-Schmidt, mentamál
Christine Egelund, útbúgvingar- og granskingarmál
Mette Kierkgaard, eldramál
Lars Aagaard, velurlagsmál, orka og veiting

Við nýggju SVM-stjórnini eru tað átta sosialdemokratar, sum ikki halda fram sum ráðharrar/-kvinnur.

Tey eru:
Jeppe Kofod, uttanríkismál
Astrid Krag, almanna- og eldramál
Rasmus Prehn, matvøru-, búnaðar- og fiskimál
Trine Bramsen, samferðslu- og javnstøðumál
Flemming Møller Mortensen, menningarmál og norðurlendskt samstarv
Jesper Petersen, útbúgvingar- og granskingarmál
Christian Rabjerg Madsen, innanríkis- og íbúðarmál
Lea Wermelin, umhvørvismál

[object Object](Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2022

45 Leygardagur 17. desember 2022

Danska verjan skal styrkjast við at strika dýra biðidag

Tørvur er á størri játtan til verjuna í Danmark. Tað skal fíggjast við, at danir fáa ein frídag minni

Tað rakar nógvar ætlaðar konfirmatiónir í Danmark, at dýri biðidagur ikki longur skal verða halgidagur (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danska stjórnin ætlar sær at strika ein av halgidøgunum í árinum. Hetta fyri at styrkja danska búskapin.

Í stjórnargrundarlagnum verður ikki nevnt hvønn halgidag talan er um, men hildið verður fyri vist, at talan er um dýra biðidag.

Hetta við halgidegnum verður nevnt tvær ferðir í stjórnargrundarlagnum, sum varð kunngjørt mikudagin.

Í einum kapittli, ið kallast fyri “rammur fyri búskaparpolitikkin”  verður sagt:

“Við álopinum hjá Putin á Ukraina er kríggj í Evropa. Hóttanin er nærri. Fyri at fíggja øktu útreiðslurnar til verjuna í komandi árum ætlar stjórnin at leggja fram eitt lógaruppskot, ið strikar ein halgidag, og sum fær gildi frá 2024. Danir skulu geva eitt íkast til okkara felags trygd”.

Og í partinum, sum snýr seg um at styrkja verjuna og trygdina, verður sagt:

“Stjórnin ynskir at framskunda lyftið um varandi hækkan í játtanini til verju og trygd til 2 prosent av BTÚ frá 2033 til 2030, svarandi til 4,5 milliardir krónur meira enn ætlað í tjóðarsemjuni um danskan trygdarpolitikk. Danir eru við til at styrkja verjuna, við at ein halgidagur verður strikaður”.

Rakar nógvar ætlaðar konfirmatiónir

Ætlanin verður ikki væl móttikin í donsku fólkakirkjuni, kanska serliga ikki, tí at henda avgerðin er tikin uttan at spyrja kirkjuna eftir og uttan átrúnarligar grundgevingar.

- Um tað hevði staðið nakrir tankar um týdningin hjá fólkakirkjuni í okkara samfelag í samgonguskjalinum, so var henda avgerðin kanska ikki so eyðsýnd – men tað ger tað ikki.

Soleiðis sigur Pernille Vigsø Bagge, forkvinna í danska prestafelagnum við DR.

Verður ætlanin hjá stjórnin veruleiki, so verður tað helst dýri biðidagur, sum verður strikaður longu frá 2024. Hetta er til ampa fyri nógvar komandi konfirmantar, tí dýri biðidagur er stórur fermingardagur í Danmark.

- Konfirmatión er eitt stórt tiltak í øllum familjum, og tað er ikki óvanligt, at hølir, matstovur, vistveitarar, tjøld og útgerð verða bíløgd upp til fimm ár undan fermingarveitsluni, vísir prestaforkvinnan á..

Tað er bara í Danmark, Føroyum, Grønlandi, Noregi og Íslandi, at dýri biðidagur verður ella hevur verið hildin. Talan er um eina samanlegging av fleiri katólskum biðidøgum, sum Kristian kongur V í Danmark innførdi í 1686. Í Íslandi var dagurin strikaður við altingsljóð í 1893. Í Noregi varð dagurin strikaður í 1915. Dýri biðidagur er altíð fjórða fríggjadag eftir páskir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2022

46 Leygardagur 17. desember 2022

Tvær ógvusligar vanlukkur á Jersey

Undanfarna hósdag varð ein trolbátur árendur og tríggir mans sjólótust. Leygarmorgunin sprongdist eitt íbúðahús í luftina - roknað verður við, at níggju fólk eru deyð

Bjargingarlið leita enn í húsaleivdunum í St. Helier (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sorg er á bretsku kanaloynni, Jersey, eftir tvær ógvusligar vanlukkur, sum tilsamans hava kravt minst sjey mannalív, kanska meira.

Hósdagin 8. desember gekk eitt fiskifar burtur. L’Ecume II rendi saman við ferjuni Commodore Goodwill. Ferjan, sum er skrásett í Bahamas, røkir rutusambandið millum kanaloyggjarnar og Portsmouth, og var tíðliga hósmorgunin á veg av Guernsjey til St. Helier á Jersey, tá hon rendi saman við 18 metra langa trolbátinum á eini leið 3,5 fjórðingar vestur úr Jersey.

Tríggir mans vóru við L’Ecume II, sum allir helst eru sjólátnir.

Bert tvey samdøgur eftir hesa vanlukkuna hendi so ein størri vanlukka, tá ein íbúðablokkur í økinum Haut du Mont í høvuðsstaðnum St. Helier sprongdist.

Týsdagin høvdu tey funnið fimm fólk deyð í leivdunum, meðan tað framvegis varð leitað eftir fýra fólkum, sum ikki vóru funnin.

[object Object](Mynd: EPA)

BBC skrivar, at tey enn týsmorgunin arbeiddu við at leita í húsaleivdunum, men at ongar vónir eru um at finna nakran á lívi.

Stjórnin á Jersey hevur lýst landasorg, og givið boð um at flagga á hálvari stong heilt fram til tollaksmessudag. Týsdagindag var eisini hildin ein minuttur í stilli í samhuga við tey deyðu og familjum teirra.

Tað verður framvegis kannað, hvør orsøkin var til ógvusligu spreingingina leygarmorgunin. Hildið verður við vissu, at talan er um eina gassspreinging, men tað er ikki staðfest enn, sambært politiovastanum á staðnum.

Sløkkiliðið varð fríggjakvøldið kallað til bygningin, tí onkur hevði boðað frá, at tað luktaði av gassi í økinum. Sløkkiliðið kundi tá ikki finna nakran leka, skrivar BBC.

Føroysk ítróttafólk hava tætt tilknýti við Jersey við tað at Jersey er ein av oyggjunum í oyggjaleika-familjuni. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2022

47 Leygardagur 17. desember 2022

USA: Senatorur fer úr demokratiska flokkinum

Kyrsten Sinema, ið umboðar statin Arizona í Senatinum, verður uttanflokkaumboð, men hon fer framvegis at atkvøða, soleiðis sum hon altíð hevur gjørt, sigur hon

Kyrsten Sinema verður triðja uttanflokkaumboðið í Senatinum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Amerikanski senatorurin, Kyrsten Sinema, sum umboðar statin Arizona, fer úr demokratiska flokkinum, og verður í staðin uttanflokkaumboð.

46 ára gamla Kyrsten Sinema sigur við miðilin Politico, at hon ikki ætlar at fara uppí republikanska flokkin, og at hon fer at atkvøða, soleiðis sum hon altíð hevur gjørt.

Hvørt hetta fer at ávirka demokratiska meirilutan í Senatinum er ógreitt.

Nú Kyrsten Sinema er farin úr flokkinum sita 48 demokratar og 49 republikanarar í Senatinum. Kyrsten Sinema verður tað triðja uttanflokkaumboðið, og tey plaga at atkvøða saman við demokratunum, og hevur talan tí í roynd og veru verið um ein demokratiskan meiriluta.

Hinir báðir uttanflokkasenatorarnar, sum atkvøða saman við demokratunum eru Bernie Sanders úr Vermont og Angus King úr Maine.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2022

48 Leygardagur 17. desember 2022

Thor skal gera kjarnuboringar í Japan

Thor Wind, dótturfelag hjá Pf. Thor, hevur keypt skip sum skal gera boringar og aðrar kanningar fyri japansku stjórnina

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

THOR Wind, eitt dótturfelag hjá Pf. Thor í Hósvík, hevur keypt skipið Vos Shine, sum tað frammanundan leigaði frá niðurlendska reiðarínum Vroon Offshore Services BV.

Hetta er eitt fet á leiðini hjá Thor, at vera partur av at uppbyggja grønu og burðardyggu leiðina sum japanska stjórnin hevur sett út í korti til 2050.

Hetta skipið ger kjarnuboringar og aðrar kanningar á økjum har havvindmyllur skulla setast upp.

Thor Wind hevur útgjørt skipið við boritornið og aðrari útgerð til endamálið.

Vos Shine, ið hevur føroyskt flagg og er heimahoyrandi í Hósvík, hevur umleið 34 fólk umborð. Skipið, ið var bygt í 2012, er 1.794 bruttotons, góðar 60 metrar langt og 15 metrar breitt.

Í januar skal skipið á skipasmiðju í Suðurkorea har tað skal til 10 ára klassing og kemur tá at skifta navn.

Thor er ógvuliga spent uppá hesa kós, og sær stórar møguleikar í hesari vinnu. Seinasta árið, gott og væl, hevur reiðaríið haft eina royndarætlan við skipinum koyrandi fyri at meta um hetta var ein gongd leið at royna, og nú eftir einum ári, var mett at verkætlanin var so mikið búgvin at skipið skuldi keypast til endamálið. 

Skipið verður eftir ætlan skrásett í føroysku skipaskránni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2022

49 Leygardagur 17. desember 2022

Skjótt 13.000 milliardir í  norska oljugrunninum

Í dag eru 12.800 milliardir krónur í grunninum. Stóri vøksturin og upphæddin ger, at norska stjórnin kann brúka trý prosent, t.e. 384 milliardir kr´nur av oljupengunum um árið

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Fram til endan av september er grunnurin vaksin við 600 milliardum krónum ella umleið 5 prosent. Virðið á grunninum var 12.340 milliardir krónur 1. januar 2022.

Heldur gongdin seinnu helvt av árinum fram so røkkur hann 13.000 milliardir innan stutta tíð skriva norski miðlar. Grunnurin hevur sett met nærum hvørt á síðani 2019. 

Í 2019 var hann uppá 10.000 milliardir, í 2020 uppá 11.000 milliardir og í 2021 uppá 12.000 milliardir. Tvs. at roknast kann við at hann í 2023 kemur uppá 13.000 milliardir kr´nur. 

Tað eru serstakliga trý viðurskifti, sum eru orsøk til vøksturin: Tað eru inntøkurnar frá partabrøvum, krónukursurin og síðani nýggjar oljuinntøkur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2022

50 Leygardagur 17. desember 2022

Norskur orkurisi uppaftur størri

Á middegi í gjár tók Equinor seinna útbyggingarstigið  av Johan Sverdrup oljuleiðini í nýtslu

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Við útbyggingini av risastóru olju- og gasskelduni Johan Sverdrup telist henda ein tann mest týðandi oljuleiðin á norska landgrunninum millum tær størstu í heiminum. Í Norra kemur triðja hvør tunna av olju frá hesi leiðini, sum í tíggjutals ár fer at varðveita eina høga og trygga framleiðslu úr Noregi.

- Hetta er ikki ein stórur dagur fyri Noreg, men eisini fyri alt Evropa, segði norski stjórin fyri verkætlanini Geir Tungesvik, tá trýst varð á knøttin. Hann vísti á, at í tí støðu, sum Evropa er í hevur ein slík útbygging alstóran týdning fyri veitingartrygdina.

Johan Sverdrup leiðin fer at framleiða 720.000 tunnur av olju um dagin og ætlanin er at økja um framleiðsluna til 755.000 tunnur. Hetta merkir, at Johan Sverdrup kann nøkta 6 til 7 prosent av dagliga oljutørvinum í Evropa. Í goymslunum liggja 2,7 milliardir tunnur av olju.

Umleið 90 prosent av veitarunum til tær báðar útbyggingarnar hava verið norskar fyritøkur. Nú leiðin er liðugt útbygd svarar tað til ein framleiðslukostnað uppá 15 dollarar fyri tunnuna. Ì løtuni er oljuprísurin góðar 80 dollarar fyri tunnuna.

Tað er vert at býta merki í, at Johan Sverdrup verður rikin við streymi úr landi til tess at minka um útlátið.

Marianne Bjelland, sum er framleiðslustjóri á Johan Sverdrup, fegnast um søguliga dagin og serliga um, at henda nýggja oljuleiðin er vorðin elektrifiserað, nakað, sum er eitt av teimum mest týðandi tiltøkunum til tess at minka um útlátið og gera Norra útlátsfrítt í 2050.

Miðjað verður móti at útvinna 70 prosent av oljuni í goymslunum. Meðaltalið fyri norska landgrunnin er 47 prosent sambært Equinor.

Johan Sverdrup hevur framleitt í  trý ár. Tilsamans 3.400 fólk eru knýtt at framleiðsluni á feltinum. 82 prosent av inntøkunum frá framleiðsluni fara til norska statin.

Feløgini í Johan Sverdrup eru Equinor, Aker BP, Petoro og TotalEnergies.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2022

51 Leygardagur 17. desember 2022

Meiri gass úr Barentshavi til Evropa

Nýggja gasskeldan Askeladd í Barentshavinum er farin undir framleiðslu av gassi, og verður við til at økja um orkutrygdina í Evropa

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Keldan liggur nærhendis risastóru gasskelduni Snøhvit í Barentshavinum, sum stendur fyri einum týðandi parti av samlaðu norsku gassgramleiðsluni, ið fyri tað mesta fer á evropeiska marknaðin.

[object Object]

Gassið verður flutt gjøgnum rørleiðingar á havbotninum til oynna Melkøya út fyri Hammerfest í Norðurnorra. Oyggin er øll sum hon er bygd út til eina gassverksmiðju, haðani flótandi gass fer við tangaskipum inn á meginlandið.

Tá orkukreppan tók dik á seg í Evropa eftir russisku innrásina í Ukraina varð heitt á norsku stjórnina um at økja um sína gassframleiðslu fyri at tryggja Evropa gass. Askeladd er ein partur av hesum.

Gassið frá Askeladd er mett at økja um livitíðina hjá Melkøya við trimum árum. Framleiðslan har svarar til nýtsluna hjá 6,5 milliónum brúkarum í Evropa ella 5 prosent av samlaða norska gassútflutninginum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2022

52 Leygardagur 17. desember 2022

Bretland góðkennir fyrsta kolanám í 30 ár

Tað hevur fingið øði í umhvørvisfólk og feløg 

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað er bretski ráðharrin Michael Gove, sum hevur givið loyvi til at loyva einum kolanámi at fara undir framleiðslu. Fer henda verkætlanin í gongd, so verður tað fyrstu ferð í meira enn 30 ár, at eitt nýtt kolanám er latið upp fyri framleiðslu í Bretlandi.

Kolið fer at verða brúkt til framleiðsu av stáli og ikki til orkuframleiðslu.

Felagsskapurin “Friends of the Earth” lýsir ætlanina eina sera harmiliga avgerð, sum fer at ganga beint ímóti stríðnum ímóti veðurlagskreppuni.

Verkætlanin fer at skapa 500 nýggj arbeiðspláss. Gove sigur, at um henda verkætlanin ikki verður sett í verk, so verður neyðugt at innflyta kol úr Russlandi. Og tað ynskir eingin.

Endamálið við verkætlanini er, at hon skal einki útlát hava. 2,8 milliónir tons av koli um árið verða framleidd. Kortini eru røddir frammi um at steðga verkætlanini, tí hon gongur beint ímóti grøna orkuskiftinum, sum Bretland er partur av. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2022

53 Leygardagur 17. desember 2022

Hákun fingið stóran heiður eftir atkvøðugreiðslu

Útfrá yvir 48.000 atkvøðum inni á handball-planet.com og metingum hjá fjølmiðlafólki, ið arbeiða innan hondbólt, er 20-ára gamli hoyvíkingurin besti ungi høgri vongur í heiminum

Hákun West av Teigum ger vart við seg í Skanderborg-Aarhus og við føroyska landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er eingin ivi um, at føroyskur hondbóltur er á veg fram, og at Hákun West av Teigum er ein av teimum mest spennandi ungu spælarunum. 20-ára gamli hoyvíkingurin ger vart við seg í bestu donsku deildini og European League, ið er næstbesta evropeiska kappingingin, og skal frá summri 2023 spæla í týska stórfelagnum Füsche Berlin.

Hákun hevur nú fingið eitt heiti, ið sannliga er einum Bundesliga-spælara virðiligt: Heimsins besti ungi høgri vongur.

Hetta er sambært atkvøðugreiðslu á stóru hondbóltsheimasíðuni handball-planet.com, ið hvørt ár kjósar bestu spælararnar í ymiskum bólkum og eftir plássum á vøllinum. Eisini hava ymisk fjølmiðlafólk, ið arbeiða innan hondbólt, givið sína meining til kennar.

Hákun West av Teigum var ein av fýra, sum spæla á høgra vongi og eru føddir eftir 2000, sum var tilnevndur, og undanfarna fríggjadag gjørdist greitt, at føroyski landsliðsspælarin hevði fingið flest atkvøður.

Sambært Handball-Planet høvdu 48.254 greitt atkvøðu áðrenn freistina 1. desember. Helst hevur hoyvíkingurin fingið fitt av atkvøðum úr Føroyum, men samanlagt vísir hetta, at landsliðsspælarin hevur eitt høgt støði og helst er ógvuliga nógv gott í væntu frá honum.

22-ára gamli sviin Eric Johansson varð valdur heimsins besti ungi spælari yvirhøvur. Hann spælir til dagligt í THW Kiel, og harvið verður Elias Ellefsen á Skipagøtu liðfelagi hansara um eitt hálvt ár. 

Til ber at síggja allan listan her

[object Object](Savnsmynd: Harald Bjørgvin)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2022

54 Leygardagur 17. desember 2022

Skoraði seks mál móti sínum komandi felagi

Skanderborg Aarhus var týskvøldið nær við at koppa gestunum úr Berlin í European League. Eitt mál var á muni - bæði liðini liggja í løtuni til at koma víðari

Mynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hákun West av Teigum skiftir næsta summar til Füche Berlin, felagið sum í løtuni liggur á 2. plássi í Bundesliguni - eitt stig aftanfyri THW Kiel, ið Elias Ellefsen á Skipagøtu skjótt skal spæla fyri.

Týskvøldið spældi Hákun fyri aðru ferð í hesum mánaðinum móti júst Füche Berlin. Skanderborg Aarhus er í bólki saman við týska liðnum í European League, ið er næststerkast evropeiska kappingin hjá EHF.

Tá liðini spældu í Berlin í síðstu viku vann heimaliðið við seks málum - Hákun West av Teigum skoraði fýra ferðir fyri Skanderborg Aarhus. Týskvøldið skoraði 20-ára gamli hoyvíkingurin seks mál, og var javnsettur toppskjútti hjá heimaliðnum, ið var á odda við einum máli í stegðinum.

[object Object]
Hákun West av Teigum heldur fram at gera vart við seg uttanfyri landoddarnar 

[object Object]
Hans Lindberg gjørdi bart í heimlandinum í gjár (Myndir: Sverri Egholm)

Spennandi dysturin í Skanderborg endaði tó við einum eitt-máls sigri til útiliðið, og tað var ógvuliga royndi danski høgri vongurin hjá Füche Berlin, Hans Lindberg, ið gjørdist toppskjútti í dystinum við átta málinum.

Føroyski landsliðsleikarin, sum í síðstu viku fekk heiðurin sum besti ungi høgri vongurin í heiminum, skal avloysa 41-ára gamli Hans Lindberg næsta ár. Lindberg gevst tó ikki at spæla hondbólt.

Talan var um oddadyst í bólkinum. Fýra umfør resta í, og Füche Berlin sær út til at heilt víst koma víðari. Skanborg Aarhus er á 2. plássi í bólkinum við seks liðnum. Tvey lið koma víðari til knock-our dystirnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2022

55 Leygardagur 17. desember 2022

H71 skal til Spania

Hoyvíkskvinnur fáa sterka spanska mótstøðu í áttandapartsfinaluni í European Cup fyrra helmingi av januar

H71 spældi seg víðari til umfarið eftir spennandi dystir móti Slavia Praha á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Atletico Guardés verður mótsstøðuliðið hjá H71-kvinnum í áttandapartfinaluni í European Cup.

Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya, ið víðari skrivar soleiðis um spanska liðið.

- Talan er um sterka mótsstøðu og standa sponsku kvinnuliðini seg vanliga væl í europeisku kappingunum. Atletico Guardés hevur seinastu mongu árini gjørt seg galdandi í toppinum av bestu sponsku deildini og liggur í løtuni nummar 7. Liðið var spanskur meistari í 2017.

Liðið er úr býnum A Guarda, sum liggur í landslutinum Galisia, við vesturstrondina í Spania, við markið til Portugal.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Spælast skal á heimavølli og á útivølli - í hesum førum bendir tað ikki á, at báðir dystirnir ikki í sama landi, eins og til dømis tá H71 spældi seg víðari til 1/8-finaluna í høllini á Hálsi móti Slavia Praha.

Greitt er tó ikki enn, júst nær dystirnir verða spældir. Tað er tó ásett av EHF, at heima- og útidysturin móti Atletico Guardés skulu spælast í tíðarskeiðnum 7. til 15. januar, skrivar hsf.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2022

56 Leygardagur 17. desember 2022

NSÍ váttar: Klæmint til Breiðablik

Partarnir hava longt sáttmálan samstundis sum leiguavtala er gjørd við íslendsku meistararnar

(Mynd: nsi.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

NSÍ váttaði týsdagin, at toppskorarin á liðnum, Klæmint Andrasson Olsen, fer at spæla við íslendsku meistararunum, Breiðabliki, komandi kappingarár.

Framtíðin hjá Klæminti er komin upp á pláss, sigur felagið, og upplýsir, at NSÍ hevur longt avtaluna við NSÍ fram til 2024, og at hann verður leigaður út til Breiðablik komandi kappingarár, meðan NSÍ skal royna at vinna seg upp aftur í bestu deildina í føroyskum fótbólti eftir niðurflytingina fyrr í ár.

- Spurningurin hevur verið, um besti føroyski áleyparin kann spæla í næstbestu deildini? Ella kann Klæmint umboða annað føroyskt felag enn NSÍ? Svarið er noktandi í báðum førum. Ístaðin fer Klæmint at spæla Champions League fótbólt við verandi íslendska meistaraliðnum!, skrivar NSÍ á heimasíðu síni. 

Klæmint Olsen hevur higartil bert umboða barndómsfelagið NSÍ, men eftir at felagið flutti niður í ár, hava søgur gingið um hvar Klæmint mann fara at spæla komandi kappingarár, tí Håkan Ericsson hevur gjørt greitt, at Klæmint neyvan verður úttikin í landsliðshópi, um hann spælir í næstbestu deildini í Føroyum.

Klæmint hevur skorað 242 mál í bestu føroysku fótbóltsdeildini fyri NS

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2022

57 Leygardagur 17. desember 2022

- Tað var nú ella ongantíð

Klæmint Andrasson Olsen sigur við Portalin, at hann er bæði eyðmjúkur og errin av sáttmálanum milum hann og íslendska meistaraliðið, sum í vikuni varð kunngjørdur, og fegnast hann um møguleikan at royna seg uttanlads

- At royna seg í einum øðrum umhvørvið, við nýggjum fólkum og fótbóltspæli á einum hægri støði, enn eg eri vanur við, er drívmegin til at verða ein enn betri útgáva av sjálvum á vøllinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðani niðurflytingin hjá NSÍ gjørdist veruleiki miðskeiðis í oktober hevur tað verið dúgliga skrivað um, snakkað um og gitt um, hvar fótbóltsframtíðin hjá Klæminti Andrasson Olsen liggur.

Landsliðsvenjarin gjørdi greitt, at tað ikki fór at bera til at spæla fast í næstbestu deildini og samstundis vera á landsliðnum. 32-ára gamli rituvíkingurin er eitt mál frá at einsamallur taka málmetið á landsliðnum.

Klæmint er tó kendur sum "Mr. NSÍ". Hann hevur seinastu 15 árini spælt næstan 450 ferðir á besta liðnum hjá barndómsfelagnum, ið hann hevur skorað samanlagt 261 ferðir fyri NSÍ, ið ikki vildi sleppa honum fyri lítið og lætt. Tó var vilji at finna eina loysn, og tann loysnin varð, at mest skorandi leikarin nakrantíð í føroyskum fótbólti nú hevur skrivað undir tvær nýggjar avtalur.

Avtalan við NSÍ verður longd til 2024, og síðani verður Klæmint leigaður út til íslendska meistaraliðið Breiðablik næsta kappingarár.

[object Object]
Í dystinum, har niðurflytingin varð veruleiki. Síðani hevur Klæmint umhugsað støðuna í nærum tveir mánaðir 

[object Object]
Tað at verða verandi á landsliðnum hevur spælt sín leiklut (Myndir: Sverri Egholm)

Hesum boðaði NSÍ frá fyrrapartin. Við Portalin sigur Klæmint Andrasson Olsen, at tað var skjótt, at áhugi var úr Íslandi, og at hann kennir á sær, at hetta helst er seinasti møguleiki hansara fyri einum ævintýrið uttanfyri landoddarnar

- Tá ið nú støðan bleiv sum hon bleiv við NSÍ, var tíðin at umhugsað aðrar avbjóðingar ein veruleiki. At áhugi rættiliga skjótt kom frá Íslendsku meistarunum var sjálvandi sera áhugavert. Hetta er nokk eisini síðsti møguleiki hjá mær at fáa møguleikan at spæla yrkisfótbólt uttanlands, so tað var nú ella ongantíð.

Talan verður um eitt stórt umskifti hjá húsavøðrinum úr Rituvík, ið setur orð á stóra stuðulin og júst tað, at talan verður um nakað heilt nýtt fyri hansara viðkomandi:

- Við treytaleysum stuðli og vælvild frá konu, børnum og familju annars, so gerst hesin møguleikin møguligur. Eg eri øgiliga spentur at royna nakað heilt nýtt. At royna seg í einum øðrum umhvørvið, við nýggjum fólkum og fótbóltspæli á einum hægri støði, enn eg eri vanur við, er drívmegin til at verða ein enn betri útgáva av sjálvum á vøllinum.

Nýggja tilveran í Kópavági byrjar eftir nýggjár. Breiðablik skal í summar spæla í Champions League - felagið hevur fyri stuttum fingið ein annan føroyskan landsliðsleikara í hópin: Patrik Johannesen. Saman við tvøramanninum skal Klæmint í 2023 royna at skjóta Breiðablik til enn eitt meistaraheiti og góð úrslit í Evropa.

- Eg eri bæði eyðmjúkur og errin av hesum báðum sáttmálunum, sum í dag eru kunngjørdir og haldi eg, at hetta er tann besta loysnin fyri Nsí, Breiðablik og meg sjálvan, sigur Klæmint at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2022

58 Leygardagur 17. desember 2022

Símun Sólheim longt sáttmálan við tveimum árum

21-ára gamli hoyvíkingurin hevur í 2022 spælt 36 dystir fyri B36, ið hann skifti til síðsta vetur. - Eg haldi eisini, at B36 er tað rætta felagið fyri meg, tí her eru góðir møguleikar at mennast, bæði á vøllinum og uttanfyri

Símun Sólheim í dysti fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sum heilt ungur spældi hann í felagnum, áðrenn leiðin gekk til HB, Brøndby, aftur til HB, til EB/Streym og síðani aftur til B36.

Nú 21-ára gamli hoyvíkingurin spældi fyri tað mesta sum høgri bakkur hjá B36 síðsta kappingarár, har talan gjørdist um 36 dystir. Millum annað spældi Símun Sólheim í øllum seks Europa Conference League-dystunum, har B36 kom víðari tvær ferðir. 

Farna vikuskiftið kunngjørdi B36, at felagið og Símun hava longt samstarvið: 

- Fyri meg var tað ein løtt avgerð at leingja sáttmálan, tí eg haldi tað er fantastiskt at vera partur av einum felagi, ið hevur so nógv dugnalig fólk rundan um seg. Samstundis haldi eg eisini, at B36 er tað rætta felagið fyri meg, tí her eru góðir møguleikar at mennast, bæði á vøllinum og uttanfyri.

[object Object]
Símun í Conference League-dysti móti Viborg á Tórsvølli í summar (Mynd: Sverri Egholm)

Talan er um ein tvey-ára sáttmála.

- Eg havi valt at longt sáttmálan heilt til 2024, tí tað er her eg vil vera, og tískil kendist tað rætt

B36 endaði á fjórða plássið í 2022 og vann sær harvið aftur rættin til evropeiskan fótbólt, men Símun Sólheim og felagið vilja meira: 

- Vónirnar fyri 2023 eru góðar. Málið er at koma longur upp á stigatalvuna at kappast, har sum tað er stuttligt at vera, og har sum B36 eisini eigur at vera.

Samanlagt hevur miðvallarin, ið nú spælir meira sum bakkur, spælt 82 dystir í Betrideildini. Hann breyt ígjøgnum í EB/Streymi. Samanlagt hevur Símun, ið er kvikur á fótum og góður tekniskt, skora níggju mál - eitt fyri B36 og tað var móti júst EB/Streymi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2022

59 Leygardagur 17. desember 2022

Eyðun avloysir Bagga

50-ára gamli klaksvíkingurin skal í næstu undankapping standa á odda fyri føroyska U21-landsliðnum. Atli Gregersen heldur fram sum hjálparvenjari

Eyðun Klakstein hevur seinastu árini staðið á odda fyri yngri dreingjalandsliðum (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Hetta verður ein spennandi avbjóðing, og eg gleði meg at sleppa í gongd.

Hetta sigur nýggi venjarin hjá U21-landsliðnum, Eyðun Klakstein, við heimasíðuna hjá FSF seinnapartin.

50-ára gamli klaksvíkingurin hevur áður stjórnað besta mansliðnum hjá barndómsfelagnum, hjá B36 - har hann vann FM í 2015 - hjá Skála og hjá Víkingi. Hann hevur verið ungddómslandsliðsvenjari seinastu árini; fyrst hjá U19-dreingjum og síðani U17-dreingjum. Eisini hevur Eyðun Klakstein verið partur av venjaraútbúgvingum hjá Fótbóltssambandinum.

Mánadagin undirskrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Eyðun Klakstein avtalu, ið inniber, at frá 1. januar 2023 tekur royndi venjarin úr Klaksvík við høvuðsábyrgdini av U21-landsliðnum. Avtalan er galdandi komandi tvey árini - tað vil siga fyri næstu undankappingina.

Samstundis skrivaði Atli Gregersen undir nýggjan sáttmála sum hjálparvenjari. 40-ára gamli gøtumaðurin hevur í beint yvir tvey ár arbeitt við U21-landsliðnum saman við Sámal Erik Hentze. Saman hava teir fingið stig í meira enn helminginum av teimum 16 undankappingardystunum síðani september 2020 (í níggju dystum - fimm sigrar og fýra javnleikir). Fyrrverandi landsliðsliðskiparin gjørdist í oktober liðugur við A-venjaraútbúgvingina hjá UEFA/FSF.

[object Object]
Sámal Erik Hentze fekk fleiri frálík úrslit sum U21-landsliðsvenjari - her til U21-venjing í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

Í seinastu EM-undankapping vóru Føroyar í bólki, saman við Fraklandi, Ukraina, Serbia, Norðurmakedonia og Armenia. Tað eydnaðist føroyska liðnum at fáa tveir sigrar og fýra javnleikir og harvið tíggju stig og eitt fjórða pláss í bólkinum. Millum annað spældu okkara dreingir javnt 1-1 móti Fraklandi, sum vann bólkin greitt.

Tó varð valt ikki at halda fram við Sámali Erik Hentze við stýrisvøllin - hann hevur eisini sáttmála sum høvuðsvenjari hjá NSÍ fyri næsta ár, og FSF ynskir ikki, at høvuðsvenjarin hjá U21 stendur er høvuðsvenjari í einum felagi.

Lutakastið til EM-undankappingina 2023-2024 verður í Sveis 2. februar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2022

60 Leygardagur 17. desember 2022

Jóhan Hendrik Ellefsen nýggjur Fifa-dómari

Miðvingurin, ið er útbúgvin løgfrøðingur, hevur dømt í yvir tíggju ár og avloysir Alex Troleis. 33-ára gamli Jørleif Djurhuus av Morskranesi er nýggjur føroyskur FIFA-hjálpardómari, og nú eru á fyrsta sinni fýra í tali

35 ára gamli Jóhan Hendrik Ellefsen verður føroyskur Fifa-dómari saman við Kára Jóanessarson á Høvdanum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Hetta verður heilt avgjørt ein spennandi avbjóðing, og eg eri eisini glaður fyri at hava fingið hendan møguleikan. Nú ræður um at gera tað so væl sum tilber, og málið er sjálvandi at vera eitt gott umboð fyri Føroyar úti í heimi.

Hetta sigur nýggi føroyski Fifa-dómarin, Jóhan Hendrik Ellefsen, við heimasíðuna hjá FSF. Fótbóltssambandið hevur í dag kunngjørt, at miðvingurin avloysir Alex Troleis sum føroyskur Fifa-dómari.

- Seinastu árini hava Kári á Høvdanum og Alex Troleis umboðað Føroyar sum Fifa-dómarar. Men frá 1. januar 2023 verða tað Kári á Høvdanum og Jóhan Hendrik Ellefsen, ið skulu umboða Føroyar í altjóða høpi.

35 ára gamli miðvingurin, ið er útbúgvin løgfrøðingur, byrjaði av álvara at døma í 2011, tá hann var í Keypmannahavn í lestrarørindum. Tvey ár seinni, tá Jóhan Hendrik var heima á klettunum í praktik, dømdi hann sínar fyrstu dystir í føroysku kappingini, og síðan 2017 hevur hann verið dómari í fremstu deildini hjá monnum. Talan er tískil um ein royndan dómara, ið nú er vorðin Fifa-dómari.

– Mær hevur altíð dámt væl at dømt, og havi altíð sæð tað sum ein sera týdningarmiklan part av spælinum. Eg havi tískil altíð tikið uppgávuna í størsta álvara, sigur Jóhan Hendrik Ellefsen.

Jørleif verður fjórði hjálpardómarin

Fótbóltssambandið skrivar eisini, at umframt at hava fingið ein nýggjan Fifa-dómara, hava Føroyar eisini fingið ein nýggjan Fifa-hjálpardómara.

Talan er um Jørleif Djurhuus av Morskranesi. Hann hevur verið linjuverji í tíggju ár, og bestu føroysku mansdeildini í sjey ár, umframt at Jørleif hevur havt fleiri evropeiskar dystir.

Hetta merkir, at fyri fyrstu ferð hava Føroyar fýra altjóða hjálpardómarar. Hinir tríggir eru Andrew Christiansen, Dan Højgaard og Jan Hermansen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2022

61 Leygardagur 17. desember 2022

Enn ein norðmaður í KÍ-venjaratroyminum

Daniel Berg Hestad kemur afturat høvuðsvenjaranum Magne Hoseth í KÍ næsta kappingarár

Daniel Berg Hestad
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍ hevur gjørt avtalu við Daniel Berg Hestad, um at hann skal vera partur av venjaratoyminum til næsta kappingarár. 

Tað skrivar KÍ á heimasíðuni.

Fleiri munnu kenna Daniel Berg Hestad, sum eins og høvuðsvenjarin, Magne Hoseth, hevur gjørt um seg í norskum fótbólti. Hann hevur leikt 516 dystir fyri Molde, og var í tveimum kappingarárum í SC Heerenveen í Niðurlondum. Eisini hevur hann umboðað norska A-landsliðið átta ferðir.

Síðani 2017 hevur Daniel Berg Hestad verið knýttur at venjaratoyminum í Molde, har hann hevur røkt uppgávuna sum U19-venjari og venjari hjá eykaliðnum.

Umframt at vera hjálparvenjari hjá Betri liðnum hjá KÍ, fer Daniel Berg Hestad at hava ábyrgdina av næstabesta liðnum og í talentmenningini í KÍ-akademinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2022

62 Leygardagur 17. desember 2022

Jens Martin Knudsen nýggjur høvuðsvenjari í Hoyvík

55-ára gamla málmanslegendan úr Saltangará hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við samanlagda felagið í Hoyvík

Undirskiriftin kom uppá pláss hósdagin, eftir at samanleggingin var endalig (Mynd: FC Hoyvík/Undrið)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann er skrásettur fyri beint yvir 100 dystir sum høvuðsvenjari í júst 1. deild og skal nú royna at skapa støðufesti hjá besta liðnum í nýggja felagnum í Hoyvík, sum spælir í 1. deild í 2023. 

Jens Martin Knudsen hevur frammanundan bert verið venjari í barndómsfelagnum, her í Føroyum. Seinast var talan um nakrar dystir sum fyribils venjari hjá besta liðnum í 2020. 55-ára gamli fyrrverandi málverjin vandi næstbesta liðið hjá NSÍ - í 1. deild - frá 2015 til og við 2018, og var samstundis sum hetta og áðrenn hetta eisini venjari hjá ungdómsliðum í Runavík, og var Jens Martin við at menna fleiri spælarar, sum seinnu hava gjørt vart við seg á besta liðnum hjá NSÍ og aðrastaðni, umframt at fleiri styep komu í hús í eldru dreingjadeildunum.

Hann skrivaði eisini føroyska fótbóltssøgu síðst í 1999, tá hann skrivaði sáttmála sum leikandi venjari hjá Leiftri, sum tá var í best íslendsku deildini. Felagið kom tó í stórt fíggjarligt óføri í 2000 og flutti niður - tað eydnaðist tó Jens Martini og liðnum at koma víðari móti Luzern úr Sveis í Intertoto Cup. 

Nú bíðar ein heilt nýggj avbjóðing hjá Jens Martini Knudsen í venjarayrkinum. Hósdagin varð kunngjørt, at samanleggingin millum FC Hoyvík og Undrið er endalig, og um kvøldið varð sáttmáli undirskrivaður við nýggja høvuðsvenjaran. Talan er um ein trý-ára sáttmála, og harvið skal nakað nýtt veruliga byggjast upp í Hoyvík, har eitt framtíðarmál helst er Betrideildin.

- Jens Martin er sera spentur til uppgávuna, og síggja hann og felagið ljóst upp á framtíðina. Í løtuni verður arbeitt við at styrkja og víðka venjaratoymi hjá besta liðnum, umframt at arbeiði av álvara verður byrjað, at seta venjarar til øll lið felagsins.

Hetta skrivaði FC Hoyvík/Undrið - felagsnavnið er ikki kunngjørt enn - í sambandi við at ein av heilt kendu persónunum í føroyskum fótbólti nú er við umborð á nýggju fótbóltsverkætlanini í Hoyvík.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2022

63 Leygardagur 17. desember 2022

Jens hevur fingið venjarastav í bestu svensku deildini

Venjarin, ið leiddi kvinnurnar hjá KÍ til greipuna síðsta kappingarár, er aftur í heimlandinum og skal venja IFK Kalmar. Talan er um eitt yrkislið, sum endaði nummar ellivu í bestu svensku deildini í 2022

Jens Wedeborg, her saman við Rúnu Bjartalíð, hjálparvenjara, hevur í ár staðið á odda fyri kvinnunum hjá KÍ og 1. deild hjá monnum, umframt at 43-ára gamli sviin eisini hevði venjingar við ungdómsspælarum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann kom til Føroyar á vetri 2021 fyri at vera venjari á nýggja akademinum hjá KÍ, og var hann í fjør venjari hjá millum annað U17-dreingjunum, ið vunnu steypakappingina.

Á summri í fjør tók Jens Wedeborg við sum venjari hjá næstbesta mansliðum í Klaksvík, og sviin, ið var í fulltíðarstarvi, hevði ábyrgd av liðnum fram til kappingarenda í ár.

Aftruat hesum hevði hann morgunvenjingar við yngri spælarum, og stóra uppgávan, ið varð litin Jens í hendi síðsta vetur, var at taka yvir hjá nógv vinnandi kvinnuliðnum.

KÍ enduvann greitt Betrideildina, og síðst í oktober kom greipan í hús. Hetta var samstundis síðsti dystur hjá roynda svenska venjaranum í Føroyum - á hesum sinni í øllum førum.

[object Object]
Jens Wedeborg eftir steypasigurin á Tórsvølli síðst í oktober

Nú hevur Jens Wedelborg gjørt av at vera nærri familjuni í Svøríki, og hevur nú fingið venjarastarv í Kalmar. Talan er um IFK Kalmar, ið hevur lið í bestu svensku kvinnudeildini - síðsta kappingarár gjørdist talan um eitt 11. pláss av 14 møguligum.

Við Portalin sigur Jens Wedeborg, at talan er um ein hóp við  yrkisspælarum, sum millum annað koma úr USA og Týsklandi, har vant verður tvær ferðir um dagin. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2022

64 Leygardagur 17. desember 2022

Jógvan í Skorini nýggjur formaður í EB/Streymi

Hann avloysir Fróða Reinert Petersen, ið tó heldur fram í nevndini. Egil á Bø er nýggjur næstformaður í nevndini, sum telur sjey fólk

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Væl av fólkið var savnað við Margáir sunnudagin, har EB/Streymur hevði boðað til eykaaðalfund, har eittans evni var á skránni; nevndarval. 

Av ymsum orsøkum skuldi mestsum øll nevndin í felagnum mannast av nýggjum, og hetta gekk væl; samanumtikið var fundurin góður við nógvum orðaskifti, skrivar EB/Streymur.

Fróði Reinert Petersen hevur í trý ár verið formaður í felagnum. Toftamaðurin ynskti ikki at halda fram sum formaður, men tó at vera verandi í nevndini. 

Tað verður fyrrverandi borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, ið tekur við sum formaður í felagnum. Greitt er millum annað eisini, at EB/Streyma legendan Egil á Bø verður næstformaður.

Nevndin í EB/Streymi:
Jógvan í Skorini, formaður
Egil á Bø, næstformaður
Fróði R. Petersen, kassameistari
Beinta Lisberg, nevndarlimur
Djóni Eidesgaard, nevndarlimur
Fróði Zachariasen, nevndarlimur
Judith S. Jacobsen, nevndarlimur
Jan Djurhuus, tiltakslimur
Malan Petersen, tiltakslimur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2022

65 Leygardagur 17. desember 2022

12 venjarar fingið UEFA A-prógv

Útbúgvingin byrjaði fyri hálvum øðrum ári síðani, og síðani hava venjingar, námsferð, frálærutímar og uppgávuskriving verið á skránni. Eisini hava luttakararnir havt vitjan av instruktørum, ið hava eygleitt teir til venjingarnar úti í feløgunum

Tey, ið finu prógv, saman við skeiðsleiðarum og instruktørum (Mynd: Hans Erik Danielsen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Hetta hevur verið sera spennandi og læruríkt, men samstundis hevur tað eisini verið strævið. So tað er ótrúliga deiligt, at prógvið umsíðir er komið í hús.

Soleiðis sigur Agnar Prestá, sum er ein av teimum 12, ið hesaferð fingu UEFA A-venjaraprógv handað frá Fótbóltssambandi Føroya.

Útbúgvingin byrjaði fyri hálvum øðrum ári síðani, og síðani hava venjingar, námsferð, frálærutímar og uppgávuskriving verið á skránni. Eisini hava luttakararnir havt vitjan av instruktørum, ið hava eygleitt teir til venjingarnar úti í feløgunum.

Í oktober og november mánað vóru próvtøkurnar, og tey 12 – ellivu menn og ein kvinna – stóðu øll royndina, og kunnu nú kalla seg UEFA A-venjarar.

[object Object]
Níggju av teimum tólv luttakarunum - Atli Gregersen, Fróði Benjaminsen og Ólavur Mikkelsen vanta á myndini (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Millum annað er krav, at allir venjarar í Betri Deildini hjá monnum skulu hava A-venjaraprógv, ella verið í gongd við útbúgvingina. Harafturat kunnu venjarar við A-prógvi fara undir UEFA Pro útbúgvingina, sum er hægsta venjaraútbúgving hjá UEFA.

Eftir ætlan byrjar nýtt UEFA A-venjaraskeið á sumri komandi ár.

Tey, ið fingu A-venjaraprógv hesaferð, eru Andre Olsen, Leivur Simonsen, Sigtór Petersen, Agnar Prestá, Jónstein Petersen, Rógvi Nónsgjógv Poulsen, Eyðvør Jakobsen, Tór-Ingar Akselsen, Arnbjørn Danielsen, Atli Gergersen, Ólavur Mikkelsen og Fróði Benjaminsen.

Fótbóltssamband Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2022

66 Leygardagur 17. desember 2022

Argentina fyri sættu ferð

Og Messi er nú ein sigur frá at vinna HM fyri fyrstu ferð. Metmaðurin og Alvarez vóru avgerandi, og Argentina var sannførandi móti Kroatia

Lionel Messi skoraði sítt HM-mál nummar ellivu, og tað er argentinskt met. Hann legði eisini upp til 3-0 máli í stórum stíli (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nógv høvdu helst spátt hálvfinaluna týskvøldið at fara í longda leiktíð og helst eisini brotssparkskapping, men kroatar høvdu ikki meira í sær - ella í hvussu er ikki eins nógv sum argentinar, ið høvdu bóltin væl minni, men vóru vælskipaðir og so eitrandi tá teir fóru avstað við bóltinum. 

Eftir eina varna byrjan kom lív í dystin um miðjan fyrra hálvleik, og dysturin bylgjaði aftur og fram. Kroatar sóu væl út við bóltinum, men megnaðu ikki at skapa upplagdar málmøguleikar - høvdu einki skot á mál fyri steðgin - men argentinar fingu nakað burturúr, tá teir fingu pláss. 

Tá 33 minuttir vóru leiktir varð Julian Alvarez sendir avstað. Lovren fylgdi ikki við, Manchester City-áleyparin kom ein ímóti einum við Livakovic, prikaði bóltin framvið málverjanum og fór so umkoll. Livakovic tyktist ikki at royna at fella Alvarez, men brotsspark var, og kroatiski málverjin, ið var ein hetja í brotssparkskappingunum í síðstu viku, hevði ongan møguleika, tí Lionel Messi smekkaði bóltin uppundir nettakið. Harvið er hann einsamallur HM metmálskjútti hjá Argentina við ellivu málum (spælt 25 dystir í fimm ymiskum endaspølum) - Gabriel Batistuta skoraði tíggju mál í 13 dystum.

Kroatia royndi at svara aftur, men fimm minuttir eftir 1-0 málið varð liðið av Balkan revsað eftir eitt hornaspark. Messi fekk prikað bóltin víðari til Alvarez, ið var staddur við miðkringin, beint sum hann varð feldur, og so fór Alvarez til stroks beinleiðs móti málinum. 22-ára gamli áleyparin var heldur heppin, tí bólturin fór tvær ferðir umvegis eitt koratiskt bein, tá hann dribblaði, men aftur: Ein móti einum við Livakovic og Alvarez lyfti bóltin í kroatiska málið til 2-0.

[object Object]

[object Object]
Tann ungi og heldur óroyndi í landsliðshøpi og tann 35-ára gamla legendan - Alvarez og Messi stóðu fyri argentisku málunum í hálvfinaluni (Myndir: EPA)

Luftin fór eitt sindur úr Kroatia og dystinum. Tað gjørdist ongantíð heilt spennandi - til tað manglaðu kroatar megi og spælararnir sum kundu skorað, og til tað vóru argentinar ov stinnir uttan bólt. Martinez hevði lítið og einki at gera í málinun, men tók tað sum var, Otamendi stýrdi aftur væl í verjuni, teir fýra á miðvøllinum arbeiddu gróthart, og so stórðu tveir teir fremstu fyri einum framúr máli til 3-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Messi fekk bóltin beint við síðulinjuna til høgru, stutt inni á kroatisku hálvuni. Josko Gvardiol var á honum, og tað var 20-ára gamli miðverjin allan vegin til baklinjuna - ella tað royndi hann - men nógv rósti og eftirspurdi Gvardiol varð í roynd og veru settur tríggjar ferðir av 35-ára gamla gandakallinum, ið síðani legði bóltin útfrá til Alvarez, sum skoraði sítt fjórða mál í hesum endaspælinum.

Málið var ein staðfesting av muninum, og ein staðfesting av at Argentina væl og virðiliga hevur spælt seg í sína sættu HM-finalu nakrantíð. Messi hevði møguleikan í Brasil fyri átta árum síðani - sunnudagin fáa hann og liðfelagirnir møguleika at fáa heimsmeistaraheitið til Argentina fyri triðju ferð í søguni. Kroatia kann leygardagin fáa HM-bronsu fyri aðru ferð, og tað verður allarhelst síðsti HM-dystur hjá Luka Modric. 

[object Object]
Myndir: EPA

HM-fjórðingsfinalur 

Týsdagin 13. desember:
Argentina - Kroatia 3-0 (2-0)
34' Lionel Messi (br.) 1-0
39' Julian Alvarez 2-0
69' Lionel Messi 3-0


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2022

67 Leygardagur 17. desember 2022

Messi váttar: Finalan verður mín síðsti HM-dystur

Eftir enn ein flottan dyst týskvøldið segði 35-ára gamli argentinin, at hann fegnast um at fáa møguleika at enda sína "HM-ferð" við enn einari finalu

Lionel Messi skoraði og legði upp, tá Argentina sannførandi spældu seg í sína sættu HM-finalu. (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað eru nógv ár til næsta HM, og eg haldi ikki, at eg fari at megna at spæla í tí endaspælinum. At enda á hedan hátt er eisini best.

Soleiðis segði Lionel Messi millum annað eftir 3-0 sigurin á Kroatia í hálvfinaluni týskvøldið.

Har vísti hann seg aftur fram frá sínari bestu síðu: Legði Argentina á odda við ógvuliga tryggum brotssparki, var væl við í 2-0 málinum og átti uppleggið til síðsta málið við frálíkum dribblitúri og klókari alvering til tvímálskjúttan Julian Alvarez.

Hann er nú 35-ára gamal, og gandakallurin staðfesti tað, sum gitingar hava verið um í langa tíð: At hetta heimsmeistaraheitið, ið er hansara fimta, verður tað seinasta í røðini.

- Eg eri ógvuliga fegin um at røkka hesum: At enda mína HM-ferð við at spæla mín seinasta dyst í einari finalu

Messi hevur sunnudagin møguleika at røkka sínum heilt stóra máli: HM-gulli. Hann skrivaði aftur søgu í vikuni, tí við málinum kom hann upp á ellivu samanlagt í HM-endaspølum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2022

68 Leygardagur 17. desember 2022

Frakland aftur í finaluni

Heimsmeistararnir løgdu seg á odda næstan beinanvegin, og hóast Marokko bjóðaði væl av, kann liðið hjá Deschamps nú endurvinna steypið sunnudagin

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað verður Argentina móti Fraklandi sunnudagin seinnapartin - Mbappé móti Messi. Hetta varð staðfest mikukvøldið tá Frakland vann 2-0 á Marokko í seinnu hálvfinaluni. 

Hetta var fyrsta HM-hálvfinalan hjá einum afrikanskum landi nakrantíð, men skjótt var Marokko, ið frammanundan bert hevði latið eitt mál inn í endaspælinum aftanfyri.

Antoine Griezmann slapp leysur til høgru, fann Mbappé i brotsteignum, skotið varð blokerað, men vinstri bakkurin Theo Hernandez var klárur og megnaði at prika bóltin framvið Bono. 

[object Object]Hernandez megnaði at lyfta beinið og onkursvegna fáa fatur á bóltinum og samstundis fáa nóg mikið á ferð á hann (Mynd: EPA)

Marokko kundi síðani ikki hugsavna seg so nógv um at verja, og stinni miðverjin Saïss noyddist eisini út við skaða. Afrikanska liðið hevði bóltin meira enn Frakland, og hevði millum annað ein saksara, sum Lloris bjargaði, og aðrar góðar støður men fleiri ferðir vóru Konate og Varane - úr ávíkavist Liverpool og Manchester United - fyri, og í summum førum gekk tað ov seint at fáa skot á.

Marokko kundi eisini fingið brotsspark í fyrra hálvleiki. Hjá Fraklandi var tað talan um ein hugsavnaðan innsats, har tamarhald tyktiskt at vera á støðuni tað mesta av tíðini eisini, og Mbappé og hinir kundu eisini hótta. 

Í 79. minutti varð dysturin avgjørdur. Tað var eftir vælspælt álop og nakrar tættar Mbappé-driblingar, at skot kom á, bólturin kom í eitt bein og stakk til Randal Kolo Muani. Hann var komin inn til sín fimta A-landsdyst 42 sekund frammanundan, og við sínari fyrstu nerting skoraði hann til 2-0.

[object Object](Mynd: EPA)

Ævintýrið hjá Marokko er av - tó ikki heilt, ti bronsudysturin móti Kroatia er í dag, leygardagin. Frakland skal verja sítt heimsmeistaraheiti sunnudagin móti Argentina. HM-finalan byrjar klokkan 15.

HM-fjórðingsfinalur

Mikudagin 14. desember
Frakland - Marokko 2-0 (1-0)
5’ Theo Hernandez 1-0
79’ Randal Kolo Muani 2-0


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2022

69 Leygardagur 17. desember 2022

Vár Eidesgaard sett nýtt føroyskt met í 100 m frí

Tað var umleið midnátt mikunáttina, at Vár svam teinin við tíðini 56.21 í Melbourne - hon átti sjálv gamla metið

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, her sum vinnari á Oyggjaleikunum. Tað var á Oyggjaleikunum fyri trimum og einum hálvum ári síðani, at nú 21-ára gamla Vár setti gamla metið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svmijifelag hevur í vikuni verið til HM á stuttgeil í Melbourne, Avstralia sum einasta føroyska umboðið.

Týsnáttina gjørdist Vár nummar 22 í innleiðandi riðlinum á 400-metra teininum, og um mikunáttina skuldi hon svimja 100 metrar frísvmijing.

Tíðin gjørdist søgulig. Vár Eidesgaard kom ikki í finaluna, men at hon svam teinin uppá 56.21 sekund merkir, at 21-ára gamla kvinnan sett nýtt føroyskt met í 100 frísvimjing.  

Hon átti sjálv føroyska metið á 56.48 sekund, frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 2019

[object Object]
Kelda og mynd: svimjing.com

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2022

70 Leygardagur 17. desember 2022

Vár er nummar 22 í heiminum á 400 metra frísvimjing

Tíðin í innleiðandi kappingini er fimtbesta føroyska tíðin á teininum

Vár E. Eidesgaard og venjarin, Jón Bjarnason, í HM-svimjihøllini í Melbourne (Mynd: svimjing.com)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, sum er einasti føroyski luttakari í HM-kappingini í svimjing á stuttgeil, ið verður hildin í Melbourne í Avstralia, var týsnáttina í síni fyrstu kapping.

Talan var um innleiðandi riðlarnar í 400 metra frísvimjing. Vár gjørdist nummar seks í sínum riðili við tíðini 4 minuttir og 16,97 sekund.

Hetta gjørdist 22. besta tíðin av tilsamans 28 luttakandi svimjarum, 18,7 sekund eftir nýsælendsku kvinnuna, sum svam skjótast í innleiðandi kappingunum.

Tíðin hjá Vár var fimtbesta tíðin á teininum, ið nakar føroyingur hevur svomið. Føroyska metið er 4 minuttir og 14,09 sekund. Vár eigur sjálv átta tær bestu skrásettu tíðirnar á hesum teini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2022

71 Leygardagur 17. desember 2022

Róland Toftum setti nýtt føroyskt met í 50 bringu

Svimjing: Við tíðini 28.30 tók Róland Toftum sítt egna met frá 2019

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Róland Toftum setti sunnudagin nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing fyri menn á stuttgeil.

Tað gjørdi hann í innleiðandi riðlunum á Bergen Swim Festival, og svam hendan teinin uppá 28 sekund og 30 hundraðpartar.

Hann átti sjálvur føroyska metið upp á 28.37 sekund, frá NM í Tórshavn í 2019.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2022

72 Leygardagur 17. desember 2022

13 luttakarar til FM í talvi fyri gentur

Lisa J. Xin fekk fult stigatal, og hon, Durita Davidsen og Natasja Mørkøre vunnu sær rættin at umboða Føroyar til NM næsta ár. Slík luttøka er óvanlig, tað er FM fyri gentur eisini, og Talvsambandið fer at leggja meira fyri at fáa fleiri gentur at telva og halda teimum til

Mynd: faroechess.com
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin 11. desember var FM í talvi fyri gentur telvað í Skótahúsinum í Klaksvík. Heimasíðan Faroe Chess skrivar, at 13 gentur luttóku: 12 í U10 bólkinum og 1 í U12. Bólkarnir vórðu lagdir saman til eina kapping, og sjey umfør vórðu telvað.

Vinnarin av eldra bólkinum var Durita Davidsen úr Klaksvík. Hon fekk 6 stig útav 7, og bleiv tískil eisini nummar 2 í samlaðu kappingini. Við at luttaka hevur Durita vunnið sær rættin til at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið (NM) fyri gentur U12 í Svøríki í 2023.

[object Object]
Durita Davidsen saman við Anniku Steintórsdóttir Biskopstø og Herborg Hansen

[object Object]

Her verður Lisa J. Xin heiðrað (Myndir: faroechess.com) 

Lisa J. Xin úr Tórshavn og Natasja Mørkøre hava eisini vunnið sær rættin at umboða Føroyar til norðurlandameistaraheitið næsta ár. Tær endaðu ávíkavist á 1. og 2. plássi í U10 bólkinum. Lisa vann við fullum stigatali. Bjørg Nolsøe Mørk úr Tórshavn og Andrea Gaard úr Klaksvík endaðu á javnsettum 3. plássi við 4 stigum í part.

Umframt medaljur og steyp til vinnarar fingu allir luttakararnir í kappingini gávu frá Klaksvíkar Kommunu, sum er ein eyðkenning av einum spennandi, nýggjum leisti innan Føroyska kvinnutelving. Gávan var ein hálsketa við eini frúgv í, og var hon handað av Anniku Steintórsdóttir Biskopstø, sum umboð fyri kommununa.

Fyrsta FM í tólv ár - fyrsta NM-umboðan í langa tíð

Sambært Talvsambandi Føroyar varð seintasta FM fyri gentur hildið í 2010, og áðrenn tað er ógreitt, hvussu langt aftur vit skulu fara - Tó er ein grein í Sosialinum í 1993 um eitt FM, har ið 23 gentur kappaðust í trimum ymiskum aldursbólkum.

Tað eru eisini nógv ár síðani, at Føroyar hava haft nakað umboð til NM fyri gentur, og ongantíð hava Føroyar megnað at manna eitt kvinnulandslið til aðrar altjóða kappingar. Ójavnt er hvussu nógvar gentur telva. Í onkrum tiðarskeiðum hava tað verið nógvar, men tað vísir seg at tær allar flestu velja at gevast eftir stutta tíð.

- Føroyar er ikki eindømi um, at tað er torðført at halda uppá kvinnutelvarar. Soleiðis er tað eisini í flest øðrum londum. Fáar kvinnur velja talv framum aðrar ítróttargreinar og onnur frítíðarítriv, og er hetta sera harmiligt. Tí júst talv er ítróttargreinin, har ið kvinnur og menn kunnu kappast á jøvnum føti, skrivar faroechess.com



[object Object]
Sára T. Olsen, Herborg Hansen, Hanna Jacobsen og Signhild Djurhuus ávegis til NM í Íslandi í 2010 (Mynd: faroechess.fo)

Tó eru dømi um lutfalsliga nógvar kvinnur, ið hava bjóðað heimselituni av, og bæði í 2008 og 2010 vóru tað ungar kvinnur, sum vunnu føroyameistaraheitið fyri unglingar - ávíkavist Herborg Hansen (Klaksvík) og Sára T. Olsen (Tórshavn)

- Tí kunnu manglandi evnir til at læra at telva ikki vera forðingin. Tvørturímóti tykjast ungu genturnar at hava serliga góð evnir til at hugsa seg gjølla um. Í mun til kappingina dagin fyri, NM úttøkukapping fyri børn og ung, har ið flestu luttakarar vóru dreingir, var gentukappingin munandi drúgvari, tí genturnar dugdu so væl at brúka tíðina tær høvdu á klokkuni.

[object Object]

Í Talvsambandi Føroya fegnast tey um at síggja so nógvar heilt ungar luttakar til FM í talvi fyri gentur 2022, og at hetta vónandi verður ein byrjan uppá at kvinnutelving endiliga, veruliga fer at gera um seg í Føroyum. Í øllum førum síggjast menningarmøguleikar, og ætlanin er at leggja størri dent á millum annað tað sosiala í tí.

- Tekin er uppá at okkurt serligt skal til fyri at eggja størri luttøku av gentum í talvi. Nógvar kvinnukappingar verða skipaðar í londunum kring okkum, har ið serligur dentur ofta verður lagdur á tað sosiala í tiltakinum. Kanska tí at gentur hava brúk fyri at finna saman, soleiðis at tær ikki kenna seg einsamallar ímillum allar dreingirnar sum luttaka í ítróttargreinini. Tílíkum leisti fer Talvsamband Føroya framyvir at arbeiða við og royna at eggja fleiri gentum til at telva – við vónini um at einaferð megna at manna eitt føroyskt kvinnulandslið til altjóða kappingar.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2022