Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 24. desember 2022 | Nr. 52 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Gleðilig jól

SíÐa 61

1 Leygardagur 24. desember 2022

Góðan lesihug og gleðilig jól

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 - eisini jólaaftan

Oddagrein

Stórætlanir og gleðilig jól

Hetta hevur verið ein hendingarrík vika. Vit hava upplivað søguligar hendingar.

Tað, ið man hava ávirkað okkum mest var nógvi kavin, ið rakti okkum fyri júst viku síðani. Hugnaligt og jólaligt hildu mong, men er henda mongdin av frystari vætu fyrst komin niður, so skal hon eisini beinast burtur onkursvegna.

Tá kavaveður so verður avloyst av grimdarregni, ja, so er vandi á ferð.

Og tað fingu serliga borgararnir í Klaksvík at merkja. Brøttu líðirnar kunnu vera hóttandi tá skalvarnir hanga síðir. Søgan sigur frá syrgiligum hendingum millum Klakk og Kjøl. Og hesar søgur mundu daga fram í minninum hjá nógvum, tá fyrstu fráboðanirnar komu um áar- og skriðulopini í vikuni.

Tíbetur vísti tað seg, at tilbúgvingin í Klaksvík var tilbúgving, og skjót at koma teimum til hjálpar, sum høvdu tørv á hjálp. Tað kunnu vit fegnast um og takka fyri.

Hendingarnar í Klaksvík hesa vikuna prógvaðu enn einaferð, at tá tað kemur til at loysa ferðsluavbjóðingarnar frá tunnilsmunnanum og norður um fjall, so verða hesar ikki loystar við teimum tunnlunum, sum nú eru boraðir og innan alt ov leingi kunnu latast upp fyri ferðslu.

Her verður tørvur á einum triðja tunnli, hvørs inntak verður onkrastaðni við Gerðabø, har tað fyri yvir 250 árum síðani hendu tvær syndarligar vanlukkur orsaka av skalvalopum.

Tann væntandi økta ferðslan kann á ongan hátt førast niðan um núverandi hús í Klaksvík, og í sjálvum býnum er ikki pláss – heldur ikki fyri ferðsluni til og úr havnini í Ánunum. Tí kemur eitt krav um ein triðja tunnil at leiða ferðsluna niðan til Borðoyarvík. Hvørt hon skal vera úr Ánunum ella Árnafirði, fara vit ikki at taka støðu til her.

Og nú vit tosa um tunnlar, so var mest bombastiska útmeldingin frá nýggju samgonguni, at farið verður undir at bora ‘stórtunnilin’ (heitið lænt úr sjónleikinum Moldvørpan) til Suðuroyar.

Bragdligi fyrrverandi borgarstjórin í Vági hevur givið suðringum og øðrum áhugaðum lyfti um, at farið verður at borað áðrenn valskeiðið hjá hesi samgonguni gongur út. Avbjóðandi útmeldingar á fyrsta arbeiðsdegi, serliga tá havt verður í huga, at tað onki er, ið bendir á at stjórnarleiðarin er spurdur eftir frammanundan.

Hetta kann gerast stór avbjóðing hjá samgonguni.

Nú vit tosa um tunnilsøði, so eydnaðist tað eisini bragdliga borgarstjóranum í Havn at seta undirskriftina undir eina tunnilsætlan. Hesa ferð eina minst líka so veruleikafjara, men tó minst líka so neyðuga, skal tað nokk vísa seg, nevniliga fyri at leiða ferðsluna úr norðurbýnum (Hoyvík) yvir í Marknagil. Tað var ikki einasta stórætlan hann megnaði, vegna landsins nógv størsta almenna pengakassa, at seta í gongd. Men eisini at seta hakan í ein bøkk uppi í óbygdum í Hoyvíkshaganum, har komandi stórhøllin einaferð skal koma. Hví í víðu verð hetta skuldi henda í skundi beint undan jólum, sama dag sum landsstýrissamgongan varð skipað, stendur enn í tí óvissa. Tí farið verður so ikki í gongd við nakað byggjarí fyrr enn bæði jólini og ársskiftið er farið afturum.

Verði tað sagt, so skuldi henda oddagrein snúð seg um stundandi høgtíðina. Tað komu vit ikki til. Men við góðynskjum og blíðan byr til nýggju landsstýrissamgonguna og aðrar stórætlanir, fara vit við ynskjum um frið á jørð og í menniskjum góður tokki, at ynskja øllum eini gleðilig jól.  

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 4869

    Lisnar síður: 18266

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 24. desember 2022

Hesi manna nýggja landsstýrið

Fimm menn og fýra kvinnur hava sagt løgtingssessin frá sær fyri at fara í landsstýrið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

[object Object]

Eftir at Aksel V. Johannesen, var valdur til løgmann á fyrsta fundinum hjá nývalda løgtinginum, kunngjørdi hann hvørji koma at sita í nýggja landsstýrinum.

Fyri Javnaðarflokkin:

[object Object]
Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum

[object Object]
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og undirvísingarmálum

[object Object]
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum

Fyri Tjóðveldi:

[object Object]
Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum

[object Object]
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum

[object Object]
Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum

Fyri Framsókn:

[object Object]
Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum

[object Object]
Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður við lógar- og innlendismálum.

Samstundis hava hesi øll sagt tingsessir sínar frá sær, og í løtuni eru tingfólk farin at kanna vallistarnar fyri at staðfest hvørji næstu fólkini á listanum eru.

Tað merkir, at hesi gerast fastir limir á tingi.

[object Object]
Fyri Javnaðarflokkin: Hans Jacob Thomsen, Súsanna Bertholdsen, Kim Durhuus

[object Object]
og Kristianna Winther Poulsen (savnsmynd)

[object Object]
Fyri Tjóðveldi: Eirikur í Jákupsstovu,

[object Object]
Liljan Weihe

[object Object]
og Erling Eidesgaard

[object Object]
Fyri Framsókn: Karlot Hergeirsson

[object Object]
og Hanna Jensen.





Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2022

3
Leygardagur 24. desember 2022

CEF-samgonguskjalið undirskrivað

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava í morgun skrivað undir samgonguskjal

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hósmorgunin var endiliga klárt at boða frá nýggju samgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn eftir at flokkarnir høvdu verið í samgongusamráðingum í tað mesta av eini viku.

Á tíðindafundi tíðliga hósmorgun løgdu floksleiðararnir, Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Ruth Vang fram samgonguskjalið, við heitinum "Saman standa vit sterk".

Samgonguskjalið sæst her

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Elsti maður á tingi, Hendrik Old, setti tingið og skipaði fyri m.a. valinum av nýggjum forfólki (Mynd: Sverri Egholm)

Eftir tíðindafundin varð fyrsti fundurin hjá nývalda løgtinginum settur. Tað var Hendrik Old, ellisformaður, ið setti tingið og stóð fyri at fáa nýggja løgtingið góðtikið og velja nýtt forfólk fyri løgtingið.

Valið fall á Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, ið sostatt verður onnyr kvinnan, ið er vald í henda landsins tignarligasta fólkavalda heitið. Hin fyrsta var Marita Petersen, sála.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2022

4 Leygardagur 24. desember 2022

Biskupur fingið boð um, at sammøður kunnu geva sínum børnum sítt eftirnavn

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður hevur í dag givið boð um hetta

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður við lógar- og innlendismálum, gav í gjár leiðsluni í fólkakirkjuni boð um, at sammøður sum rættarlig foreldur kunnu geva sínum børnum sítt eftirnavn sambært navnalógini.

Landsstýrismaðurin tosaði fyrrapartin fríggjadagin við Jógvan Fríðriksson, Føroya biskup, um málið, soleiðis at semja er um, hvussu kirkjubókaførandi myndugleikin skrásetir, tá ið mál um sammøður og eftirnøvn stinga seg upp.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2022

5

Størv

Løgfrøðingur til Sev - endurlýsing

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Tvey vísindafólk ella tveir verkfrøðingar til dátuvísindi

Meira Umsóknarfreist: 15. oktober 2024

Góðskuleiðari til kryvjivirkið á Strondum

Meira Umsóknarfreist: 25. oktober 2024

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum til demensdeildina, Suðurstovu.

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Løgfrøðiligur málsviðgeri við ábyrgd fyri talgildan

Meira Umsóknarfreist: 14. oktober 2024

Dataleiðari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Nettøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Barsilsstarv sum verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum

Meira Umsóknarfreist:

Stjóri til Tjóðsavnið

Meira Umsóknarfreist: 01. november 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Kervistøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Deildarleiðari til Byggimálsdeildina

Meira Umsóknarfreist: 21. oktober 2024
6 Leygardagur 24. desember 2022

Bjørt Samuelsen verður tingforkvinna

Tvær kvinnur og tveir menn manna formansskapin á tingi

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eftir at løgtingið undir leiðslu av Henriki Old, ellisformanni, hevði góðkent løgtingsvalið 8. desember, varð Bjørt Samuelsen, tingkvinna úr Tjóðveldi vald til løgtingsforkvinnu.

Aksel Johannesen hevði vegna nýggju samgonguna sent tinginum áheitan um at velja Bjørt Samuelsen, og hetta varð einmælt samtykt.

Næstforfólk verða:

Fyri Javnaðarflokkin: Jóhannis Joensen, fyrsti næstformaður
Fyri Sambandsflokkin: Johan Dahl, annar næstformaður
Fyri Fólkaflokkin: Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, triðja næstforkvinna

Fyrsta uppgáva hjá nýggju tingforkvinnuni var at skipa fyri vali av løgmanni.

Aksel Vilhelmsson Johannesen varð valdur við 25 atkvøðum fyri og 8 blonkum. 

[object Object]Floksformaðurin ynskir nýggju tingforkvinnuni fyri Tjóðveldi tillukku við sætinum (Mynd: Sverri Egholm)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2022

7 Leygardagur 24. desember 2022

Strandfaraflotin skal endurnýggjast

Nýggja samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn ætlar at endurnýggja flotan hjá Strandfaraskipum landsins „sum skjótast“, sum tað eitur í samgonguskjalinum

Strandfaraskipið Sam er 47 ár og røkir leiðina millum Klaksvík og Kalsoy. Stendur tað til samgonguna, so verða gomlu skipini endurnýggjað. (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Um samferðslu verður m.a. sagt í samgonguskjalinum hjá nýggju landsstýrissamgonguni, at „Farið verður undir at endurnýggja strandferðsluflotan sum skjótast“, og lagt verður afturat, at skipini skulu, í tann mun tað ber til, smíðast í Føroyum og verða rikin við varandi orku.

Einki verður sagt um peningamongd ella um tíðarætlan fyri, nær ið flotin verður endurnýggjaður.

Hartil skal ferðaætlanin lagast eftir tørvinum hjá fólkinum í landinum og eftir einari vaksandi ferðavinnu.

Útbyggingin av vegakervinum sum heild skal fara fram sambært einari langtíðarætlan, og viðlíkahaldið uppraðfestast. Viðvíkjandi einum møguligum Suðuroyartunli er samgongan samd um at halda fram kanningararbeiðnum, sum skulu vera lidnar við ársenda 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2022

8 Leygardagur 24. desember 2022

Bústaðir sleppa at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg

Samgonguskjalið leggur eisini upp til at kommunurnar fáa heimild at krevja bústaðarskyldu - og at forða útlendingum at keypa fastogn í Føroyum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein loysn á býlistrupulleikunum í Føroyum er eitt av høvuðsmálunum, sum nýggja CEF-samgongan hevur sett sær fyri at loysa.

- Vit vilja tryggja møguleikarnar at seta búgv fyri ein rímiligan penga í øllum landinum, ljóðar lyftið í samgonguskjalinum.

Tá hetta økið verður nærri lýst, stendur í samgonguskjalinum, at lógin um Bústaðir skal brotast, so at stovnurin sjálvur kann byggja bústaðir og stovna almannagagnlig bústaðarfeløg saman við kommunum. Lærlingaíbúðir, lestraríbúðir og næmingaheim verða raðfest, stendur at lesa í skjalinum.

Av øðrum lyftum á bústaðarøkinum verður sagt, at latast skal upp fyri lagaligari fígging til sethúsabygging uttan fyri høvuðsstaðin, og at kannast skal um føroyskir pensjónsgrunnar kunnu vera við til at loysa bústaðaravbjóðingina.

Møguleiki fyri bústaðarskyldu

Eisini er ætlanin at heimila kommunum at taka hóskandi gjald fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi, og at áseta bústaðarskyldu í sambandi við nýggjar kommunalar byggiætlanir.

Ætlanin er eisini at skipa so fyri, at skattur, ið verður tikin fyri útleiging, skal falla til kommununa, har útleigað verður.

Ætlanin er eisini at endurskoða skipanina við rentustuðuli, men sagt verður, at hetta ikki skal raka verandi sethúsaeigarar.

At enda verður  nevnt møguleikan at forða útlendingum at ogna sær fastogn í Føroyum. Orðaljóðið í samgonguskjalinum er soljóðandi:

- Í sambandi við keyp av fastogn í Føroyum, verða reglur gjørdar fyri útlendingar og útlendskar fyritøkur, sum ikki hava tilknýti til landið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2022

9 Leygardagur 24. desember 2022

Etisk mál ikki niðurbundin

Sonevnd etisk mál hava til tíðir fylt nógv í føroyskum landspolitikki. Í mótsetning til undanfarnar samgongur er semja nú um, at tingfólk kunnu atkvøða eftir egnari sannføring í sonevndum etiskum málum.

Yvirskriftin á samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, er "Saman eru vit sterk" (Mynd: Jógvan Jákupsson)
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Undanfarna samgonga millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin, sum varð skipað í 2019, hevði harafturímóti í sínum samgonguskjali, at ongar lógarbroytingar skuldu gerast, uttan at flokkarnir vóru samdir um tað.

Tað skapti nakað av rumbli í tásitandi samgongu fyri einum ári síðan í samband við nøkur tingmál um sammøður. Fólk fóru úr landsstýrinum aftur í tingið at royna at forða málunum at verða samtykt, og samgongan var tætt við at skrædna.

Tann samgongan yvirlivdi ta ferðina, men málið vísir, hvussu nógv ið sonevnd etisk mál kunnu fylla í føroyskum politikki.

Helst er tað ein orsøk til, at nýskipaða samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn hevur avtalað, at „Í sonevndum etiskum málum kann hvør samgongutinglimur atkvøða eftir egnari sannføring“.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2022

10 Leygardagur 24. desember 2022

Fiskimálaráðharrin fær ikki sersømdir frá systrini

- Tá Dennis Holm skal grillast, verður tað sjálvandi ikki eg, sum geri tað. So er tað Jan Lamhauge, sum tekur sær av tí, sigur Barbara Holm, ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet, sum meira enn nakar annar hevur lýst seg sum ein valdskritiskan og óheftan miðil

Systkini Dennis Holm og Barbara Holm (Mynd: Barbara Holm / Facebook)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nýtt landsstýri tók við í Tinganesi í gjár. Millum nýggju landsstýrisfólkini er Dennis Holm, sum hevur fingið fiskivinnu- og samferðslumál.

Dennis Holm, sum er fyrrverandi borgarstjóri í Vági, og er valdur inn fyri Tjóðveldi, er beiggi ábyrgdarstjóran á miðlinum Frihedsbrevet. Ein miðil, sum hevur dekkað fiskivinnuna nógv síðani hann kom, og sum yvirhøvur hevur fólk á redaktiónini, sum hava tikið sær nógv av at kanna og skriva um fiskivinnu.

Trupulleikin varð tikin upp í Frímælt-poddvarpinum, sum Frihedsbrevet gevur út einaferð um vikuna. Barbara Holm var gestur saman við Jan Vestergaard og Kolbrún í Haraldsstovu.

- Og her er tað so. Hvat er tað rotnasta, sum kann henda fyri ein journalist, sum hevur brúkt ein stóran part av sínari arbeiðsorku at kanna fiskivinnuna. Tað er at hava ein fiskimálaráðharra sum beiggja, sigur Barbara Holm í poddinum.

- Og tað er tað sum er hent í dag. Nú havi eg ein beiggi sum er fiskimálaráðharra. Ein beggija sum svevur í kjallaranum tá hann er í Havn.

Hon greiðir víðari frá, at hetta hevur skapt eitt kjak á Frihedsbrevet, sum hevur meira enn nakar annar hevur lýst seg sjálvt sum ein valdskritiskan og óheftan miðil.

- Tað viktigasta av øllum er, at vit á Frihedsbrevet varðveita okkara valdskritiska og óhefta miðil intaktan uttan at nakar kann seta spurnartekin við tað. Og tíbetur eru vit í tí støðu, at vit hava fólk á redaktiónini, sum hava drúgvar royndir at dekka fiskivinnuna.

- So tá tað kemur til at Dennis Holm skal grillast, er tað sjálvandi ikki eg sum geri tað. So er tað Jan (Lamnhauge, red.) sum bjóðar inn til BBQ, sigur Barbara Holm.

Ábyrgdarstjórin hevur eisini boða beiggjanum frá, at hann ikki fær nakað frípass frá Frihedsbrevet, heldur tvørturímóti, sigur hon.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2022

11
Leygardagur 24. desember 2022

Undantaksstøða í Klaksvík

Stórur vandi var av áar- og skalvalopum – tíbetur hendi ongin álvarsligur mansskaði

(Mynd: Miroslava D. Klein)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var undantaksstøða í Klaksvík í vikuni. Eftir nógva kavan, sum kom farna vikuskifti, gjørdist rættiligur vandi á ferð, tá blot kom í kavan og tað byrjaði at regna mánadagin.

Serliga hart raktur var býlingurin undir Brúnni vestaru megin í Klaksvík, tá ein stór skriða reiv og fór bóltandi omaneftir við nógvari megin millum húsini og tók nógva mold umframt onkran bil við sær á leiðini.

Ein klaksvíkingur, sum var farin út at grava bil sín leysan kom heilt illa fyri, tá hann kom at liggja undir lopinum. Tíbetur var høvdið ikki undir, hann fekk rópt um hjálp, og grannar lupu til og fingu gravað hann leysan aftur og fluttan á Klaksvíkar sjúkrahús til kanningar. Til alla lukku slapp hann uttan stórvegis mein.

Skaðarnir av skriðunum vóru rættiliga umfatandi. Onkur hús fyltist við kava og mold, og fleiri kjallarar fyltust við vatni, tí áarløkarnir og rørini megnaðu ikki at svølgja stóru mongdini av regnvatni, ið kom samstundis, sum nógvi kavin blotnaði.

Klaksvíkar kommuna og tilbúgvingin vóru skjót til at senda út boð til øll tey, ið búgva í ovastu húsunum báðu megin Klaksvík og eisini í Ánunum og Norðoyri um at fara frá húsum og finna sær onnur støð at vera tað kvøldið og um náttina.

Í fyrstu atløgu varð boðað frá, at fólk kundu leita sær skjól í ítróttahallunum í býnum, men av tí at flest valdu at vera hjá familju ella leita sær úr býnum, varð tørvurin ikki so stórur, og tí var samkomuhúsið KFUM&K brúkt at hýsa fólk ta náttina.

Út á týsdagin varð so boðað frá, at vandin var av, og fólk kundu flyta heimaftur. 

Ávarað varð eisini um vanda fyri skalva- og áarlopum aðra staðni í landinum, men ongastaðni vóru hús ella fólk í vanda. Men fleiri staðni leyp oman á vegir, so ferðslan var stongd eina løtu, meðan gravað varð. Eitt nú við tunnilsmunnan til Leynatunnilin. 

Vit hava savnað nakrar av myndunum:

[object Object](Mynd: Eyðbjørn Jacobsen)

[object Object]
(Mynd: Miroslava D. Klein)

[object Object]
(Mynd: Miroslava D. Klein)

[object Object]
(Mynd: jn.fo)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2022

12 Leygardagur 24. desember 2022

Hakin settur í fyri stórhøllini

Byggingin av komandi Føroya Arena er harvið sett í gongd

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hósdagin var lítið hátíðarhald við Stórutjørn við komandi innkomuveg í Hoyvík í sambandi við at fyrstu fløgini fyri nýggju stórhøllina vórðu grivin.

Tað vóru teir báðir, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sum tóku fyrstu hakaskotini.

Tað verður ein grunnur, sum kemur at standa fyri byggingini. Í nevndini fyri grunnin sita Heðin Mortensen, borgarstjóri, Guðrið Højgaard, Bergur Poulsen, Elin H. Joensen og Annika Olsen.

Tey hava so valt eina bygginevnd, ið er mannað við Niels Mortensen, Tummasi Justinussen og Tróndi Sigurðsson.

[object Object]Fólkatingslimir, fyrrverandi og núverandi, ið hava hjálpt til við at fáa fígging til vega, vóru eisini til staðar

[object Object]Skrivari og nevnd í grunninum fyri Føroya Arena: Frá vinstru Jógvan Emil Nielsen, skrivari, Bertur Poulsen, Elin Heðinsdóttir Joensen, Guðrið Højgaard og Heðin Mortensen. Fimti nevndarlimurin er Annika Olsen

[object Object]
Bygginevndin. Tummas Justinussen, Niels Mortensen og Tróndur Sigurðsson


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2022

13 Leygardagur 24. desember 2022

Avtala um innkomuveg og tunnil undirskrivað

Articon skal gera vegastrekkið millum rundkoyringina á Hvítanesi og Marknagilsvegin við Dánjalstrøð, íroknað tunnil undir Húsareyni, fyri um 324 milliónir

Tróndur Sigurðsson, Heðin Mortensen og Jón Sigurdsson (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tórshavnar býráð samtykti mikukvøldið sáttmála við Articon um heildararbeiðstøku av innkomuvegnum og tunlinum undir Húsareyni. Eftir eykabýráðsfundin varð sáttmálin undirskrivaður.

Býráðið samtykti 27. oktober einmælt at bjóða ráveg og tunnil út sum høvuðsarbeiðstøku. Í hesum sambandi skuldi eisini gerast sáttmáli við ráðgevan um detailprosjektering av vegaverkætlan frá rundkoyringini við Hvítanes til tunnilsmunnan.

1. desember 2022 varð lisitiatión um arbeiðið at gera tunnil og ráveg. Umsitingin gjøgnumgekk tilboðini, og skotið varð upp, at sáttmáli varð gjørdur við Pf. Articon um heildararbeiðstøku at gera vegastrekkið millum rundkoyringina á Hvítanesi og Marknagilsvegin við Dánjalstrøð, íroknað tunnil undir Húsareyni, fyri um 324 miljónir.

Hetta varð samtykt á eykabýraðsfundinum mikudagin.

Eftir býráðsfundin varð avtalan millum Articon og Tórshavnar kommunu undirskrivað. Samstundis varð sáttmáli millum Pf. Eystur- og Sandoyartunlar og Tórshavnar kommunu um vegin frá rundkoyringini á Hvítanesi til innkomuvegin undirskrivaður. Tunnilsfelagið ger hendan vegin.

Eisini varð avtalan millum somu partar um keyp av gróti frá Sandoyartunlinum undirskrivað. Tórshavnar kommuna keypir alt grótið, sum liggur á goymslu millum Gomlurætt og Velbastað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2022

14 Leygardagur 24. desember 2022

Norðoyar Bjargingarfelag fekk Ársins Rósu

Eins og undanfarin ár varð heiðurin handaður í samband við, at jólaskipið kom á Klaksvík. 20.000 krónur vóru latnar - 1700 pakkar vórðu gjørdir til tiltakið

Tað var Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevnd býráðsins, ið handaði "Ársins Rósu" til Birnu Jacobsen, forkvinnu í Norðoya Bjargingarfelag (Mynd: Norðlýsið)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tiltakið var sera væl vitjað, eisini í ár. Á Kjølbro Heilsølu vóru 1.700 pakkar gjørdir til tiltakið, at handa børnunum og sigast má at vit vóru ovfarin av at allir 1.700 blivu brúktir. Hvussu nógv fólk vóru møtt til tiltakið er ilt at meta um, men helst vóru nærum 3.000 fólk til tiltakið.

Hetta skrivar Norðlýsið á heimasíðu sínari, um tá jólaskipið kom á Klaksvíkina hóskvøldið.

Hesaferð vóru tað Oliver Joensen og Eyðstein Poulsen, ið stóðu á odda fyri tiltakinum. Hetta var saman við einum sterkum toymi úr Føroya Sjómannadegi og væl stulað av Klaksvíkar Sløkkilið verður skrivað.

[object Object]Eyðstein Poulsen og Oliver Joensen (Mynd: Norðlýsið)

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Nógv fólk vóru savnað, tá jólaskipið stevndi inn at og legði at á vestara armi (Myndir: Norðlýsið) 


Kommunan og fyritøkur í býnum høvdu eisini stuðlað - millum annað gávuni sum Ársins Rósa fekk.

- Eins og árini frammanundan, so fylgdu 20.000 krónur við heiðrinum "Ársins Rósa", sum Føroya Sjómannadagur hevur skipað fyri hesi seinastu árini. Umframt tað fekk forkvinna Norðoya Bjargingarfelags eisini handað eina vakra rósu úr glasi, framleidd av Mikkalina Glas og eina sera vakra blómukurv.

Tað var Jóhanna Christiansen, forkvinna í Mentanarnevnd býráðsins, ið handaði "Ársins Rósu" til Birnu Jacobsen, forkvinnu í Norðoya Bjargingarfelag. Felagið var millum annað við fyrr í hesu vikuni, tá fleiri skriðulop vóru í Klaksvík, og eitt slag av undantaksstøðu valdaði í eitt samdøgur ella so.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2022

15 Leygardagur 24. desember 2022

Her eru nýggju býbussarnir í Havn

15 nýggir býbussar verða triðja jólamorgun tiknir í nýtslu í Havn. Í nýggju bussunum er væl betri pláss til barnavognar og rullistólar, og teir taka fleiri ferðandi

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bussleiðin hevur keypt 15 dieselriknar bussar av slagnum Iveco. Teir fara undir royndarkoyring nú millum jól og nýggjár. Førararnir skulu venja seg við bussarnar, sum eru 1,3 metrar longri enn verandi bussar.

Tað er HZ Bussar við Heðini Zachariassen, sum rekur bussleiðina í Tórshavnar kommunu, og felagið yvirtók í dag allar 15 bussarnar.

Yvirtøkan fór fram hjá Gervi á Hjalla, sum umboðar Iveco.

Í nýggju bussunum er væl betri pláss til barnavognar og rullistólar, og teir taka fleiri ferðandi. Teir fara at hava sama reyða lit sum verandi bussar.

Hesir bussarnir eru dieselriknir. Í mai koma tveir bussar afturat, og teir verða elriknir. Elbussarnir skulu koyra á leið 4, har tað ikki eru so tungar brekkur.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2022

16 Leygardagur 24. desember 2022

Maður datt á sjógv í Klaksvík

Hann var kaldur og ógvuliga illa fyri, tá tað eydnaðist at fáa hann uppaftur

Tað varð nógvur vindur, kavi og hált á bryggjuni
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Stutt fyri klokkan tvey mánanáttina fekk løgreglan fráboðan um, at ein persónur 
var dottin á sjógv í Klaksvík

Talan var um ein mann, ið skuldi umborð á eitt fiskskip. Vaktleiðarin hjá løgregluni upplýsir, at umstøðurnar vóru ringar. Tað var vindur, kavi, hált og mest umráðandi: Eingin leitari til at koma umborð við.

Neyðugt var tískil at klúgva umborð. Hetta eydnaðist ikki hjá manninium, ið var ávirkaður av rúsdrekka. Einki trygdarnet var, hann var áhaldsin og fór niðurímillum. 

Lukkutíð vóru nakrir skipsfelagir, ið eisini skuldu umborð, nær við. Teir hoyrdu persónin í sjónum, sum ikki megnaði at koma upp sjálvur, rópa. Tað eydnaðist at fáa hann upp, men maðurin var vorðin ógvuliga kaldur, var heilt illa fyri og var skjótt fingin á Klaksvíkar Sjúkrahús.

Hetta spældi harvið væl av eftir umstøðunum, men vaktleiðarin minnir á, at tað kann vera vandamikið, tá skip ikki hava landgongd og trygdarnet.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2022

17
Leygardagur 24. desember 2022

Føroyar og Ísland gjørt fiskiveiðiavtalu fyri 2023

Sama avtala sum fyri 2022. Fiskiveiði­samráðingarnar millum Føroyar og Ísland hava higartil altíð verið á politiskum stigi, men við nýggja sáttmálanum verður lagt upp til, at tær fara at vera á embætismannastigi

Árni Skaale (Mynd: Kiran Jóanesarson / Fiskur.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar og Ísland hava gjørt avtalu um fiskiveiðiavtalu fyri 2023. Avtalan varð gjørd á fundi 6. desember 2022 millum Árna Skaale, fiskimálaráðharra, og Svandís Svavarsdóttir, matvørumálaráðharra.

Avtalan, sum er tann sama sum avtalan fyri 2022, ber í sær, at føroysk skip eins og árini framman undan kunnu fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í íslendskum sjógvi og íslendsk skip uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi.

Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan eins og áður verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu. Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi 5 prosent av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, men tó í mesta lagi 30.000 tons.

Atgongdin at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram sum undanfarin ár. Hetta merkir, at londini kunnu fiska hesar kvotur í síni heild inni hvør hjá øðrum. Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum; hetta er eisini óbroytt í mun til undanfarin ár.

Føroyar og Ísland hava í heyst skrivað undir ein rammusáttmála, sum skipar fiskiveiðisamstarvið millum londini av nýggjum. Sáttmálin kemur ístaðin fyri semjuna landanna millum frá 1976 og fær gildi, tá Løgtingið og Altingið hava tikið undir við honum.

Fiskiveiði­samráðingarnar millum Føroyar og Ísland hava higartil altíð verið á politiskum stigi, men við nýggja sáttmálanum verður lagt upp til, at tær fara at vera á embætismannastigi. Um Løgtingið og Altingið taka undir við rammusáttmálanum, verður fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland fyri 2023 sostatt tann seinasta, sum er gjørd á politiskum stigi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2022

18 Leygardagur 24. desember 2022

Mál um ósømiligan føroyskan løgreglumann verður kannað í Danmark

Dimmalætting hevur seinastu vikurnar skrivað um ein føroyskan løgreglumann, sum hevur misnýtt sítt embætið. Den Uafhængige Politiklagemyndighed hevur nú tikið málið upp

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Málið um ein ósømiligan løgreglumann, sum Dimmalætting hevur skrivað um seinastu vikurnar, er endað í Danmark. Den Uafhængige Politiklagemyndighed hevur nú tikið málið upp.

Tað snýr seg um ein føroyskan løgreglumann, sum í fleiri førum hevur misbrúkt sína støðu sum løgreglumaður, fyri at koma í samband við millum annað ungar gentur í tí sivila.

Í Dimmalætting í undanfarnu viku var samskifti við einu gentuna lýst. Løgreglumaðurin skal hava sett seg í samband við gentuna umvegis Instagram, og møtti upp á einum skeinkistaði fyri at práta við hana um eina hending, sum skuldi verið farin fram eitt eitt leygarkvøld nakrar dagar frammanundan.

Her skal hann hava roynt at kínt henni um lærið, snodda hárið og viðmerkt kropp hennara.

Síðani eru aðrar søgur komnar fram um henda sama løgreglumannin.

Dimma.fo skrivar, at málið nú er endað í Danmark. Michael Boolsen, fúti, fær ikki sagt nakað um málið, men Dimmalætting fekk í síðstu viku eina uppringing frá Den Uafhængige Politiklagemyndighed, sum kannar málið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2022

19 Leygardagur 24. desember 2022

Hevði ólógligt skotvápn: Fekk sjey mánaða treytaða fongsulsrevsing

Føroya Rættur hevur sagt fyrsta dómin um brot á grein 192a í revsilógini um vápn

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroya Rættur hevur sagt fyrsta dómin um brot á grein 192a í revsilógini um vápn.

Í málinum var ein 26 ára gamal maður ákærdur fyri, undir serliga skerpandi umstøðum, at hava havt eina riflu við kikarasikti og 90 patrónir við sær í einum bili. Riflur eru í útgangsstøðinum ólógligar í Føroyum, og ákæruvaldið hevði tí reist ákæru eftir §192a.

Í dómsniðurstøðuni vísti Føroya Rættur á, at tað er fevnt av grein 192a í revsilógini at hava eitt vandamikið vápn um hendi á almennum stað, og at tað ikki vóru umstøður í ítøkiliga málinum, sum høvdu við sær, at talan ikki var um serliga skerpandi umstøður. Rætturin vísti á, at hóast vápnið var tikið sundur, kundi tað skjótt og lætt setast saman aftur.

Tá ið mett var hvat revsingin skuldi verða, vísti Føroya Rættur á, at tað í viðmerkingunum til ásetingina, sum var sett í gildi 1. januar 2010, stendur, at hevur tú vandamikil vápn um hendi saman við lóðuri á almennum støðum, skal hetta í útgangsstøðinum hava eina revsing við sær uppá fongsul í 6 mánaðar.

Maðurin bleiv dømdur sjey mánaða treytaða fongsulsrevsing. Málið fevndi afturat vápnamálinum um eitt harðskapsmál og eitt mál um deiling av einum sjónbandabroti.

Dómurin er ikki kærdur.

§192a í revsilógini er soljóðandi:
Tann, sum ímóti løgtingslóg um vápn o.a. undir serliga skerpandi umstøðum hevur skotvápn um hendi, hevur skotvápn uppi á sær ella nýtir skotvápn, verður revsaður við fongsli í upp til 4 ár, tá ið brotið fer fram á einum stað, har frítt er hjá almenninginum at koma.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2022

20
Leygardagur 24. desember 2022

Útflutt fyri 10,2 milliardir higartil í ár

Fiskavøruútflutningurin í tíðarskeiðnum januar til oktober var 9,3 milliardir krónur, ið er 28 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tíðarskeiðið januar til oktober 2022 hava vit í Føroyum útflutt fyri 10,2 milliardir krónur. Tað er 29 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør, har útflutt varð fyri 7,9 milliardir krónur.

Fiskavøruútflutningurin í sama tíðarskeiði var 9,3 milliardir krónur, ið er 28 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør, tá vit útfluttu fiskavørur fyri 7,3 milliardir krónur.

Útflutningsvirðið er vaksið fyri øll fiskasløg. Útflutningsvirðið av fiskavørum fyrstu 10 mánaðirnar av 2022 er nú farið upp um fiskavøruútflutningin fyri alt árið 2021, sum var metár, skrivar Hagstovan.

Vøksturin stavar frá prísvøkstri, tí útflutta nøgdin minkaði við fýra prosent.

Laksaútflutningurin er vaksin úr 3,5 milliardum krónum upp í 4,5 milliardir krónur - ella 30 prosent. Hetta hóast útflutta nøgdin minkaði átta prosent.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu er vaksið 422 milliónir krónur - ella 40 prosent – meðan nøgdin er vaksin seks prosent.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2022

21 Leygardagur 24. desember 2022

Hava innflutt fyri 13 prosent meira enn í 2021

Fyrstu tíggju mánaðirnir av 2022 inffluttu vit fyri 10,5 milliardir krónur – 9,3 milliardir, um skip og flogfør ikki verða tald við. Tað er nakað meira enn í fjør, tá samlaði útflutningurin fyri alt árið var 9,3 milliardir

(Savnsmynd: Hagstovan/Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrstu tíggju mánaðirnir av 2022 inffluttu vit fyri 10,5 milliardir krónur, og tað er 37 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Um skip og flogvør ikki verða tald við, hava vit innflutt fyri 9,3 milliardir krónur – 25 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Innflutningurin fyri alt 2021 var eisini 9,3 milliardir krónur, og tað var metár, og sostatt er innflutningurin fyrstu tíggju mánaðirnar av 2022 13 prosent hægri enn alt 2021, skrivar Hagstovan.

Oljuprísurin er framvegis høgur, og tað sæst eisini aftur í innflutninginum. Vit hava innflutt brennievni fyri uml. 2,1 milliard krónur – 85,3 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Um sæð verður burtur frá brennievni, stavar vøksturin í innflutningsvirðinum ikki frá innflutningi til beinleiðis nýtslu, men frá innflutningi av tilfari og øðrum til vinnulívið. Vøksturin til beinleiðis nýtslu liggur, sambært Hagstovuni, um eitt prosent, meðan vøksturin í tilfari til vinnulívið liggur millum 20 og 30 prosent fyrstu tíggju mánaðirnir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2022

22
Leygardagur 24. desember 2022

Nýggjur stóri í Pf. Sandship

Jørgin Jacobsen tekur við leiðsluni í felagnum á nýggjárinum

Jørgin Jacobsen verður stjóri og Gordon Martin Midjord heldur fram sum nevndarformaður
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyrsta januar í 2023 verður Jørgin Jacobsen, Leirvík, nýggjur stjóri í Pf. Sandship.

Gordon Martin Midjord, sum hevur starvast í felagnum í eini 35 ár – tey seinastu mongu árini sum stjóri – hevur valt at lata dagligu leiðsluna frá sær. Gordon Martin heldur tó fram sum nevndarformaður og verður framvegis tætt knýttur at felagnum.

Jørgin Jacobsen, sum seinastu fýra árini hevur verið partur av leiðsluni í Pf. Sandship, er útbúgvin maskinmeistari og hevur leiðsluroyndir umborð á skipum runt um í heiminum.

Pf. Sandship – fyrr Pf. Sandgrevstur – fekk nýggjan samleika í 2019. Hetta varð gjørt í samsvari við, at felagið alsamt arbeiðir meira uttanlands.

Pf. Sandgrevstur var stovnað í 1949. Fyrsti stjóri var Gordon Midjord, og síðani í mong ár var Petur Midjord stjóri, sum vóru ávikavist abbi og pápi til fráfarandi stjóran. Felagið hevur havt høvuðssætið í Fuglafirði øll árini.

Høvuðsvirksemið hjá felagnum í dag er reiðaravirksemi, farmaflutningur og søla av sandi og skervi.

Felagið eigur og rekur skipini Vestborg, Vestland, Vitan og Sandfrakt. Umleið 50 fólk starvast hjá Pf. Sandship. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2022

23 Leygardagur 24. desember 2022

Føroyingar eiga meira pengar

Samlaða nettoognin er økt frá at vera 5,2 ferðir tøku inntøkuna í 2019 til at vera 5,4 ferðir tøku inntøkuna í 2020

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Samlaða nettoognin er økt frá at vera 5,2 ferðir tøku inntøkuna í 2019 til at vera 5,4 ferðir tøku inntøkuna í 2020.

Tað skrivar Landsbanki Føroya í frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í 3. ársfjórðingi 2022.

At nettoognin er økt frá at vera 5,2 ferðir tøku inntøkuna til 5,4 ferðir tøku inntøkuna stavar frá, at ognirnar hjá føroysku húskjunum eru øktar í virði; tað vil siga, at millum annað sethúsaognin, privata eftirlønaruppsparingin og innlánini í føroysku peningastovnunum vóru størri í 2020 í mun til árið fyri.

Skuldin hjá føroysku húskjunum er eisini økt; hon var størri í donsku realkredittstovnum og minni í føroysku bankum í 2020 í mun til árið fyri, men samlaða skuldin hjá føroysku húskjunum er ikki økt líka nógv, sum samlaðu ognirnar í 2020, og tí sæst ein vøkstur í nettoognini í 2020 í mun til árið fyri.    

Av fíggjarligum ognum áttu føroysk húskir fyri 28 mia. kr. tilsamans harav privata eftirlønaruppsparingin var 11,6 milliardir krónur í 2020. Afturat fíggjarligu ognunum áttu føroyingar realar ognir, sum eru sethús, bilar og bátar, fyri eitt samlað virði á 32,3 milliardir krónur í 2020.

Føroysk húskir høvdu skuld fyri tilsamans 12,6 milliardir krónur í 2020. Tá samlaða skuldin verður trekt frá samlaðu ognini, áttu føroysk húskir í 2020 eina nettoogn á umleið 47,8 milliardir krónur. Tað svarar til 2,25 ferðir BTÚ í 2020.

Sæð í mun til tøku inntøkuna, var samlaða nettoognin 5,4 ferðir so stór sum tøka inntøkan hjá føroysku húskjunum í 2020. Til samanbering var nettoognin hjá dønum í 2020 5,6 ferðir so stór sum tøka inntøkan, og hjá íslendingum 6,2 ferðir tøku inntøkuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2022

24 Leygardagur 24. desember 2022

Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum 2,9 prosent

Útlánini hjá føroysku bankunum eru í tíðarskeiðinum oktobur 2021 til oktobur 2022 økt við umleið 530 milliónum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í oktobur 2022 var útlánsvøksturin 2,9 prosent hjá føroysku bankunum og 2,7 prosent tá ið danskir fíggjarstovnar verða taldir uppí.

Útlánini hjá føroysku bankunum eru í tíðarskeiðinum oktobur 2021 til oktobur 2022 økt við umleið 530 milliónum krónum. Útlánini til føroyskar kundar vóru nærum 17,1 milliardir krónur tilsamans í oktobur 2022. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum, roknað sum eitt trý mánaðar miðaltal var 2,9 prosent í oktobur 2022 í mun til árið fyri.

Skuldin hjá føroysku húsarhaldunum í donskum realkredittstovnum var 3.991 milliónir krónur í oktobur 2022 í mun til 3.697 milliónir krónur í oktobur í fjør. Lántøkan í donsku realkredittstovnum er sostatt økt hetta seinasta árið, men vøksturin í útlánum hjá realkredittstovnum til føroyskar kundar var ikki eins høgur sum hann hevur verið seinastu áleið 3 árini. Útlánsvøksturin hjá donsku realkredittstovnunum til føroyskar kundar var 9 prosent í oktobur 2022 í mun til árið fyri.

Vøksturin í útlánunum frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans var 2,7 prosent í oktobur 2022 samanborið við árið fyri. Hjá føroysku bankunum eina var hann 2,9 prosent í oktobur 2022. Útlánsvøksturin er sostatt lægri enn í sama tíðarskeiði í fjør; í oktobur 2021 var útlánsvøksturin 5,0 prosent hjá føroysku bankunum, meðan hann var 8,1 prosent í oktobur 2021 tá ið donsku peninga- og realkredittstovnarnir verða taldir uppí.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2022

25
Leygardagur 24. desember 2022

Heiður til roykta laksin hjá Bakkafrosti

Er kosin ‘best í test’ í danska Gastro-tíðarritinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað er matblaðið hjá navnframa danska blaðnum Euroman, Gastro, ið hevur kosið roykta laksin hjá Bakkafrost at vera “best í test”. Ummælarin hevur mett um átta ymiskar royktar laksavørur, ið fáast til keyps í donskum matvøruhandlum, og roykti laksurin hjá Bakkafrost vinnur kappingina og fær ummælið:

“Tunnar skivur, vakurt skornar og pakkaðar. Sera góðan og leskiligan royksmak, sum ikki køvir laksasmakkin. Skivurnar eru ikki “vátar” og feittutar. Ein sera góð vøra, og í tí dýra endanum í testini, men eisini tann besta. Ein ‘skanningskoda’ á pakkanum gevur møguleika fyri at finna fleiri upplýsingar um vøruna”.

Roykti laksurin hjá Bakkafrost verður framleiddur á roykivirkinum á Glyvrum og fæst til keyps kring alt landið.

Tíðindaskriv frá Bakkafrosti


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2022

26
Leygardagur 24. desember 2022

Setrið og Bakkafrost leingja um samstarvsavtalu

Samstarvið verður longt í fimm ár við 5,6 milliónum krónum til gransking og stovnsetan av depli fyri havmyndlan - miðað verður eftir at víðka samstarvið við øðrum luttakarum

Chic Collins og Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrosti
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin skrivaðu Fróðskaparsetur Føroya og Bakkafrost undir sáttmála, sum leingir granskingarsamstarvið millum partarnar í fimm ár.

Endamálið er at økja kunnleikan um føroysku firðirnar og harvið styrkja møguleikan fyri at tryggja og framhaldandi menna føroysku alivinnuna. Samstarvið verður ein liður í at fáa til vega meiri vitan og metingar um, hvørja ávirkan aling kann hava á firðirnar, og hvørja ávirkan møguligar framtíðar veðurlagsbroytingar hava á fjarðaskipanir og aling í Føroyum.

Stuðulin fer millum annað til at stovna nýggjan depil fyri havmyndlan á Setrinum.

Havmyndlan (ocean modelling) er avgerandi fyri gransking í bæði havfrøði og veðurlagsfrøði, og við avtaluni stuðlar Bakkafrost gransking á Setrinum við 5,6 milliónum krónum tey næstu fimm árini. Fróðskaparsetrið og Bakkafrost bera í fyrstu atløgu fíggingina hjá deplinum, men málið er, at virksemið skal vaksa út um hesar karmarnar við fígging frá øðrum stuðlum og granskingargrunnum.

Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum, skrivaði undir samstarvsavtaluna saman við Regini Jacobsen, forstjóra hjá Bakkafrosti.

Chick Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum, sigur soleiðis:

- Vit á Fróðskaparsetrinum fegnast um, at vit nú leingja um væleydnaða samstarvið, sum verið hevur við Bakkafrost hesi seinastu trý árini. Við nýggju avtaluni kunnu vit stovna Depilin fyri havmyndlan og hava fígging til nøkur kjarnustarvsfólk tey næstu fimm árini. Vit fara til verka saman við samstarvsfeløgum til gagns fyri vinnulívið og við serligum atliti at burðardygd í føroyskari aling.

- Tað er okkara vón, at vit kunnu tryggja meira fígging frá øðrum samstarvsfeløgum til at menna nýggja depilin, men sum heild ætlar Fróðskaparsetur Føroya at fáa í lag tættari samstarv við onnur føroysk feløg bæði í almenna og privata geiranum fyri at stuðla tørvinum á gransking og útbúgving í Føroyum, sigur Chic Collins, sum í næstum fer frá sum rektari á setrinum.

Regin Jacobsen, forstjóri hjá Bakkafrost sigur soleiðis í sambandi við avtaluna:

- Longda samstarvsavtalan er partur av okkara burðardygdsverkætlan, Sunt Lív grunninum, sum miðar ímóti at skapa samlag við fyritøkur og felagsskapir, sum fáast við týðandi mál, ið hava jaliga ávirkan á tey staðbundnu samfeløg, sum vit virka í.

- Vit vóna, at hetta samstarvið fer at geva virðismikla vitan til vinnuna at tryggja fiskavælferð og lívfrøðiliga skynsaman rakstur við atliti til umhvørvið. Vit eru fegin um møguleikan at leingja samstarvið við Fróðskaparsetur Føroya um hesa verkætlan, har vit saman styrkja føroysku alivinnuna, og vit vóna, at hetta fer at hava jaliga langtíðarávirkan á vinnuna. 

Umframt at økja kunnleikan um, hvørja ávirkan aling hevur á umhvørvið, og hvørja ávirkan møguligar veðurlagsbroytingar hava á aling í Føroyum, eru fiskaheilsa, fiskavælferð og lívfrøðilig trygd eisini fevnd av granskingini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2022

27
Leygardagur 24. desember 2022

Lívfiskastøðin í Skálavík fingið umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisgóðkenningin umfatar alt virksemið, sum er knýtt at lívfiskatstøðini. Framleiðslan verður eini 300 tons av fiski um árið

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Umhvørvisstovan veitti í vikuni umhvørvisgóðkenning til Lívfiskastøðina hjá Pf. Bakkafrost Farming í Skálavík. Ein lívfiskastøð framleiðir lívfisk við tí endamáli at taka rogn, tá lívfiskurin er kynsbúgvin. Støðin framleiðir eisini nakað av yngli og smáfiski. 

Umhvørvisgóðkenningin umfatar alt virksemið, sum er knýtt at lívfiskatstøðini. Framleiðslan verður eini 300 tons av fiski um árið.

Støðin brúkar bæði vatn og sjógv. Støðin leiðir spillvatn frá rakstrinum á sjógv ígjøgnum eina umleið 700 metra langa leiðing. Munnin er á 20-25 metra dýpi umleið 225 metra norðanvert Villingatanga. Spillvatnið inniheldur skarn og fóðurleivdir frá framleiðsluni. Harafturat kann nakað av óljóði standast frá framleiðsluni.   

Dentur er lagdur á, at skarn og fóðurrestir ikki skulu elva til upphóping av tilfari á botni ella til aðra sjónliga dálking á staðnum. Treytir eru m.a. settar um, at P/F Bakkafrost Farming fylgir við støðuni á botninum við munnan á spillvatnsútleiðingini. Um tað vísir seg, at útlátið frá smoltstøðini elvir til dálking, sum ikki er uttan týdning, kann Umhvørvisstovan krevja, at bøtandi atgerðir verða gjørdar.

Eisini eru treytir settar til, at virksemið á smoltstøðunum ikki má hava við sær ampar av óljóði, lukti o.ø.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2022

28 Leygardagur 24. desember 2022

Barnabati fekk 400 umsóknir til í Menniskjum góður Tokki

1,2 milliónir krónur komu inn til jóla-stuðulskonsertina, og gávukort eru givin fyri í miðal 3.000 krónur. Talið av umsóknum er nógv vaksið, sigur Djóni Eidesgaard

Um hugt verður eftir hesum umsóknunum, so eru tað eini 800 børn, ið liva í fíggjarliga sperdum korum. Hetta eru 45 prosent fleiri enn í fjør
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Átakið "Í menniskjum góður tokki" hjálpir á hvørjum ári nógvum føroyingum, ið eru sperd á jólum.

Hesaferð komu fleiri umsóknir inn, enn vanligt er, og eisini vóru fleiri børn, ið høvdu tørv á hjálp. Hetta steðfestir Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, í viðtalu við Kringvarpið.

Um hugt verður eftir hesum umsóknunum, so eru tað eini 800 børn, ið liva í fíggjarliga sperdum korum. Hetta eru 45 prosent fleiri enn í fjør.

Djóni J. Eidesgaard sigur eisini, at umleið 40 prosent av teimum 400, ið søktu í ár, ikki gjørdu tað í fjør. Hetta bendir á, at støðan á økinum er versnað, og at inflatiónin hevur sína ávirkan

Hvør játtað umsókn hevur fingið eitt gávubræv, sum er í miðal 3.000 krónur. 1,2 milliónir komu inn, tá Barnabati fyrr í mánaðinum hevði jóla-stuðulskonsert.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2022

29 Leygardagur 24. desember 2022

23 tilflytarar fingu prógv í føroyskum sum annaðmál

Tórshavnar Kvøldskúli ger nógv burtur úr at skipa fyri undirvísing í føroyskum fyri tilflytarar - føroyskt sum annaðmál

Talan er um næmingar á øllum trimum stigum, føroyskt sum annaðmál 1, 2 og 3, og fýra næmingar hava hesaferð staðið tvær royndir. Undirvísarar hava verið Petra Gregersen, Jóna Kristin Thomsen, Vár Hansen og Petra Olsen (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað verður ofta sagt og í kanningum víst á, at sum tilflytari er tað at læra málið tað mest umráðandi.

- Tórshavnar Kvøldskúli ger nógv burtur úr at skipa fyri undirvísing í føroyskum fyri tilflytarar - føroyskt sum annaðmál

Hetta skrivar Tórshavnar kommunua á heimasíðu sínari, í samband við at 23 tilflytarar í trimum flokkum hava lokið prógv í føroyskum sum annaðmál á Tórshavnar Kvøldskúla.

Í hesum sambandi varð skipað fyri samkomu fyri næmingum og avvarðandi, umframt lærarum. Har segði Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari, segði nøkur orð og handaði næmingunum prógvið.

[object Object]
[object Object]
Myndir: torshavn.fo

Talan er um næmingar á øllum trimum stigum, føroyskt sum annaðmál 1, 2 og 3, og fýra næmingar hava hesaferð staðið tvær royndir. Undirvísarar hava verið Petra Gregersen, Jóna Kristin Thomsen, Vár Hansen og Petra Olsen.

Undirvísingin í føroyskum sum annaðmál heldur fram í 2023, upplýsir Tórshavnar kommuna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2022

30
Leygardagur 24. desember 2022

Brúksskylda í gildi á nýggjárinum

Á nýggjárinum koma reglurnar um brúksskyldu á fiskirættindi í gildi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á nýggjárinum koma reglurnar um brúksskyldu á fiskirættindi í gildi.

Sjófeingislógin ásetur, at fyri at kunna avhenda egnar fiskidagar ella egnar árskvotur í einum fiskiári, skal eigari av fiskifari fiskiárið frammanundan hava brúkt í minsta lagi 60 prosent av tillutaðu døgunum ella kvotuni (60%-reglan).

Hendan reglan fær týdning fyri avhendingar frá og við fiskiárinum 2024. Skal eigari av fiskifari avhenda kvotu ella fiskidagar í 2024, er treyt, at hann hevur brúkt í minsta lagi 60 prosent av kvotuni ella døgunum í 2023. Undantikin brúkstreytini fyri at avhenda eru kvotur av norðhavssild, makreli og svartkjafti.

Almenna brúksskyldan á veiðiloyvi og fiskiloyvi tekur eisini við á nýggjárinum. Sjófeingislógin ásetur, at hevur fiskifar als ikki brúkt veiðiloyvi ella ávíst fiskiloyvi í tvey ár á rað, falla loyvini aftur til landið. Hetta merkir, at frá og við fiskiárinum 2025 skal Vørn á hvørjum ári kanna eftir, um fiskifør hava brúkt veiðiloyvi ella fiskiloyvi undanfarna tvey ára skeiðið. Hendan brúksskyldan er ikki galdandi fyri útróðrarbátar undir 15 tons í bólki 5.

Umframt hesar reglur um brúksskyldu kemur á nýggjárinum eisini í gildi reglan, sum sigur, at hevur fiskifar ikki brúkt egnar fiskidagar ella egnar kvotur við meira enn 30 prosentum, fellur munurin millum tað, ið er brúkt, og 30 prosent aftur til landið. Hendan ásetingin fær fyrstu ferð týdning, tá kvotur ella fiskidagar skulu útskrivast í fiskiárinum 2024. Tá skal Vørn kanna eftir, um fiskifør hava gagnnýtt fiskidagar ella kvotur við meira enn 30 prosentum í 2023. Hava tey ikki gjørt tað, fellur ein partur av døgunum ella kvotuni aftur til landið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2022

31 Leygardagur 24. desember 2022

Fyrstuhjálparskeið til allar 7. flokkar

Betri samtakið veitir serliga jólagávu í samstarvi við Reyða Kross og Mentamálaráðið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í ár fáa allir 7. flokkar í Føroyum eina heilt serliga jólagávu. Tey sleppa at taka fyrstuhjálparskeið og læra, hvussu tey skulu bera seg at, um onkur smellur um ella tey verða fyrst á staðnum í eini vanlukku. Reyði Krossur, Mentamálaráðið og Betri stuðul samstarva um átakið.

Betri stuðul bjóðar og fíggjar hetta fyrstuhjálparskeiðið, sum Reyði Krossur í samráði við Undirvísingarstýrið og ymsu skúlaleiðslurnar skipar í skúlunum kring landið.

Hugskotið er einfalt: Børn eru nom í hesum aldrinum, og tey eru hartil nóg búgvin til at taka ábyrgd í eini álvarsamari støðu, um tey hava fingið góða frálæru í, hvussu tey skulu bera seg at. 

Tey gerast í hesum aldrinum støðugt meiri sjálvbjargin og taka lut í alsamt fleiri sosialum samanhangum. Eisini har eingin vaksin er til staðar. 

Duga tey fyrstuhjálp, kunnu tey bjarga lívinum á øðrum, um illa vil til. Tað er besta gávan, vit kunnu geva - bæði næmingunum og samfelagnum, sum heild. Tað er ein íløga í eitt hægri trygdarstig, tí tess fleiri, ið duga fyrstuhjálp, tess tryggjari eru vit øll. 

Tað er vorðið siðvenja, at stuðulsgrunnurin hjá Betri letur peningagávur undan jólum. Gávur eru higartil lætnar felagsskapum og øðrum, ið antin skapa tryggleika, fyribyrgja sjúku ella gagna samfelagum á annan hátt. 

Og í ár verða tað so allir 7. flokkar í Føroyum, sum fáa eina stóra jólagávu - nevniliga førleikarnar at bjarga lívinum á øðrum.

Tíðindaskriv frá Betri


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2022

32 Leygardagur 24. desember 2022

Dagbjørt givin sum dagstovnaleiðari við Gøtugjógv

Hevur staðið á odda fyri serstøkum námsfrøðiligum arbeiðshátti

Per Martin Gregersen, borgarstjóri, og Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen (Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Herfyri var hugnaløta á kommunuskrivstovuni í Gøtu í sambandi við, at Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen fór frá sum leiðari á dagstovninum Gjáa við Gøtugjógv.

Herfyri fylti Dagbjørt 70 ár. Hon hevur arbeitt á Gjáa í 15 ár, og harav hevur hon verið leiðari seinastu 11 árini.

Frá handilsvirksemi til námsfrøði

Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen hevur fingist við handil stóran part av lívinum, áðrenn hon leyp út í námsfrøðina.

Foreldrini høvdu handil í Valhøll í Syðrugøtu. Longu sum 15-16 ára gomul var hon handilsleiðari, og seinni yvirtók hon handilsvirksemið. Men tá vanligir handlar byrjaðu at hava opið langt út á kvøldarnar og arbeiðsdagarnir longdust, tóku Dagbjørt avgerð um at selja handilin og royna okkurt nýtt. 

Møguleikin at lesa námsfrøði sum fjarlestur á netinum stakk seg upp í 2004, og Dagbjørt søkti saman við sjey øðrum inn at lesa. Hon minnist, at hon søkti ein sunnudag, fekk svar týsdag og skuldi byrja fríggjadag, so alt hendi innan stutta tíð. Hesa tíðina ferðaðust tey tíggju ferðir um árið til Danmarkar í skúlaørindum, meðan Dagbjørt eisini arbeiddi á eldrasambýlinum Gøtubrá við síðunar av lesnaðinum. Í 2007 fekk hon prógvið sum námsfrøðingur, 55 ára gomul.

Sama ár byrjaði hon í starvi sum námsfrøðingur á dagstovninum við Gøtugjógv, sum í 2010 fekk navnið Gjái. Í 2010 varð hon sett sum fyribils leiðari, og tá leiðarastarvið varð lýst leyst, valdi hon at søkja. Tann 1. august 2011 varð hon sett sum fastur leiðari á dagstovninum.

Serstakur námsfrøðiligur arbeiðsháttur

Síðan hon byrjaði sum leiðari, hevur Dagbjørt saman við starvsfólkunum á Gjáa uppbygt ein føroyskan námsfrøðiligan arbeiðshátt við íblástri úr Reggio Emilia hugsanini. Hendan tekur støði í barninum, nærumhvørvinum og samfelagnum, vit liva í.

Hesin arbeiðshátturin tekur atlit til, at ymisk børn læra á ymsan hátt, og hugsar tí tað kreativa inn í føroyska mentan. Børnini læra um søgu, mentan og náttúrðu á ítøkiligan hátt – við at fara á fjall, síggja hvussu man hagreiðir havhest, læra um gestablídni, spæla jólaevangeliið sum krubbuspæl og fara út við smákøkum til einligar pensjónistar í kommununi. Og so fara tey út at síggja alt tað mentanarliga og søguliga í Gøtu fyri at styrkja staðbundna samleikan.

Við hesum verður arbeitt við at styrkja um kreativu evnini hjá børnunum við ymsum innlæringshættum – við tónleiki, drama og handaligum arbeiði – við støði í umhvørvinum, vit liva í.

Starvsfólkini hava bakka væl upp um hendan arbeiðsháttin, sigur Dagbjørt. Ígjøgnum árið fara børnini ígjøgnum grundar grundarsteinar: 

  1. Sosialur førleiki (juli/august)
  2. Kroppur og rørsla (september/oktober)
  3. Mentanarligir úttrykkshættir og virði (november/december)
  4. Mál (januar/februar)
  5. Náttúran og náttúrufyribrygdir (mars/apríl)
  6. Barnsins persónliga fjølbroytta menning (mai/juni)

Hvørt ár vitja læraraskúlanæmingar og starvsfólk frá øðrum dagstovnum Gjáa fyri at fregnast um arbeiðsháttin, ið hevur eydnast serstakliga væl, fortelur Dagbjørt. 

Seinastu árini hava Dagbjørt og starvsfólkini á Gjáa eisini verið við í tilgongdini at tekna nýggja dagstovnin við Gøtugjógv, ið verður liðugur komandi ár. Tey settu eitt nú sum ynski, at allar stovurnar skulu síggja út á Gøtuvík, tí tey arbeiða nógv við náttúruni, at fara væl um skapanarverkið og at virða tað vakra í náttúruni.

Tann 12. oktober fylti Dagbjørt 70 ár, og í hesum sambandi fór hon úr starvinum tann 1. november. Hon leggur dent á, at hon er takksom fyri tíðina, hon hevur havt sum leiðari á Gjáa. Rannvá Reginsdóttir Hentze, ið hevur verið varaleiðari á Gjáa síðan 2017, er sett sum nýggjur leiðari á dagstovninum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2022

33 Leygardagur 24. desember 2022

Olina takkar nú fyri seg

Í vikuni var fráfaringarløta á Skúlatrøð í Klaksvík fyri Olinu úr Hvalvík, sum takkar fyri seg, aftaná at hava verið í starvi sum skrivari í skúlanum í 27 ár

Skúlaleiðslan, lærarar, umboð frá kommununi og nærmasta familja hjá Olinu úr Hvalvík hittust til eina hugnaliga fráfaringarløtu, nú Olina takkaði fyri seg
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Skúlaleiðslan, lærarar, umboð frá kommununi og nærmasta familja hjá Olinu úr Hvalvík hittust til eina hugnaliga fráfaringarløtu fyrrapartin týsdagin, nú Olina takkaði fyri seg. 

Vagn Foldbo, skúlastjóri, helt røðu og takkaði Olinu fyri hennara trúfesti og ómetaliga stóra arbeiðsavrik øll hesi 27 árini. Eisini John Færø, trivnaðarstjóri hjá Klaksvíkar kommunu, nýtti høvi at takka Olinu fyri gott samstarv. 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2022

34 Leygardagur 24. desember 2022

Jóanes Norðberg heiðraður fyri trúgva tænastu í 40 ár

Herfyri fekk Jóanes Norðberg, verkmeistari á Vágsverkinum, ið hevur starvast hjá SEV í góð 40 ár, 'Dronningens fortjenstmedalje i sølv'

(Mynd: SEV)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað var sannur hátíðardámur í Vági, tá Jóanes Norðberg, verkmeistari á Vágsverkinum varð heiðraður við ‘Dronningens fortjenstmedalje i sølv’ fyri trúgva tænastu í fleiri enn fýrati ár hjá SEV, skrivar heimasíðan hjá elfelagnum.

Hesi gott 40 árini, Jóanes hevur starvast hjá SEV hevur hann verið verkmeistari á Vágsverkinum í 10 ár. Hann byrjaði í starvi hjá SEV í 1982, tá 27 ára gamal.

[object Object]
(Mynd: SEV)

Umframt familju hjá Jóanesi vóru verandi og fyrrverandi starvsfelagar savnaðir at hátíðarhalda dagin saman við honum á Hotel Bakkanum.

Millum tey, ið hildu røðu fyri Jóanesi vóru Hákun Djurhuus, stjóri í SEV og Klæmint Weihe, fyrrverandi stjóri í SEV, sum var stjóri hjá Jóanes í 25 ár. Báðir róstu teir Jóanes m.a. fyri dugnasemi, nærlagni og serstakan røkjuskap í sínum starvi, skrivar SEV.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2022

35 Leygardagur 24. desember 2022

Rúna og Jóhan fingu heiðurstekin Tórshavnar býráðs

Síðani miðskeiðis í áttatiárunum hava tey verið fastur partur av manningini í Svimjihøllini. Í vikuni vóru Rúna Mortensen og Johan Jakobsen heiðrað av borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu

Rúna Mortensen og Heðin Mortensen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Øll Havnin kennir tey. Tey hava síðan miðskeiðis í áttatiárunum verið fastur partur av manningini í Svimjihylinum. Í morgun vórðu tey heiðrað av borgarstjóranum.

Søgan um tey bæði byrjar soleiðis: Tá Oyggjaleikirnir vóru á Guernsey í 1987 kom Heri á Lava, leiðari í Svimjihøllini, í dýrastu starvsfólkaneyð, tí starvsfólkini luttóku á oyggjaleikunum. Heri ringdi tá til Rúnu Mortensen og bað hana vælsignaða koma at hjálpa sær.

Tað gjørdi Rúna. Og hon hevur verið har síðan. Hvørt mansbarn í Havn kennir Rúnu, sum enn arbeiðir næstan fulla tíð og ongar sum helst ætlanir hevur um at gevast.

Tann 1. mai í 1988 var Johan Jakobsen komin heim av ítróttarskúla í Danmark. Har hevði hann millum annað fingið lívbjargaraútbúgving. Johan helt, at tað hevði verið stuttligt at kunnað brúkt hesa útbúgvingina til okkurt skilagott, so hann ringdi til Hera á Lava um morgunin.

Tað bar soleiðis á, at Heri akkurát hendan morgunin sat ráðaleysur á skrivstovuni, tí ein lívbjargari hevði sagt upp. Johan fekk boð um at koma til arbeiðis beinanvegin. Johan so gjørdi og hann hevur starvast í Svimjihøllini líka síðan.

So tey bæði hava starvast ávíkavist 35 og 34 ár í Svimjihøllini. Og nú í sambandi við, at høllin seinasta sunnudag fylti 40 ár, varð avrátt at veita teimum báðum heiðursbræv og heiðurstekin Tórshavnar kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2022

36 Leygardagur 24. desember 2022

Jógvan Andreasen gevst sum vatnmeistari

Í 15 ár hevur hann verið vatnmeistari í Tórshavnar kommunu, men í vikuni fór hann frá fyri aldur

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mikudagin var ein lítil samkoma í sambandi við, at Jógvan Andreasen, vatnmeistari, í Tórshavnar kommunu, leggur frá sær fyri aldur.

Jógvan varð settur sum vatnmeistari hjá kommununi 7. mai 2007, og mikudagin hevði hann sín síðsta arbeiðsdag. Sostatt hevur hann verið vatmeistari í 15 ár, skrivar Tórshavnar kommuna.

- At vera vatnmeistari er ein stór ábyrgd og krevur skynsemi og tilrættalegging. Men eingin ivi er um, at tú hevur røkt starvið til fulnar frá fyrsta degi til í dag, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Uttan mun til, hvønn vit spyrja, fáa vit at vita, at tú ert altíð fryntiligur og blíður, avhildin av tínum starvsfeløgum og altíð til reiðar at traðka til, tá á stendur. So tað verður stórur saknur í tær. Men vit unna tær væl at tú nú sleppur at taka tær av løttum, segði hann í røðu sínari.

Borgarstjórin takkaði Jógvani fyri vælútint arbeiði og ynskti honum og familjuni gleðilig jól, áðrenn hann handaði honum gávu frá kommununi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2022

37 Leygardagur 24. desember 2022

Hátíðarhildu 235 ára starvsdagar á Flatinum

Heili tólv starvsfólk vórðu herfyri heiðrað. Tær, ið vórðu heiðraðar, hava arbeitt á dagstovninum í ávikavist 30, 20 og 15 ár

Tær tólv saman við borgarstjóranum, Jógvani Kruse
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað munnu ikki verða nógv arbeiðspláss í Føroyum, ið kunnu erpa sær av at útvið helmingurin av teimum 27 føstu starvsfólkunum hava verið í starvi í meira enn 15 ár.

Vegna korona og aðrar umstøður hava starvsdagar ikki verið hátíðarhildnir á Dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka síðani 2019. Tá so hátíðarhaldið endiliga varð sett á skrá í síðstu viku, vóru tað heili tólv starvsfólk, ið áttu heiður uppibornan. Tvær av teimum høvdu 30 ára starvsdag, fimm 20 ára starvsdag og fimm 15 ára starvsdag.

Av tí at nakað av tíð er síðani seinasta hátíðarhald er samlaði starvsaldurin hjá hesum starvsfólkunum komin upp á heili 257 ár, men vórðu tær heiraðar fyri teir rundu starvsdagarnar, tvs. 235 ár tilsamans. Hetta kann ikki merkja annað enn at fólkini trívast.

Tær, ið vóru heiðraðar eru:
- Sólrun Dam, 30 ár
- Lis Gregersen, 30 ár
- Oddbjørg Vang, 20 ár
- Diana Andreassen, 20 ár
- Beinta Dahl Ennigarð, 20 ár
- Jónvør Andreassen, 20 ár
- Sunnrid Eyðunsdóttir, 15 ár
- Marita Joensen, 15 ár
- Jana Madsen, 15 ár
- Jónvá Ennigarð, 15 ár
- Marita Ellingsgaard, 15 ár
- Rosa Prestá, ið hevur verið leiðari á Dagstovninum á Flatinum í yvir 20 ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2022

38 Leygardagur 24. desember 2022

Góð ráð um eini brunatrygg jól

Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Felagið Sløkkiliðsleiðarar hava fimm góð ráð um, hvussu ein fær eini brunatrygg jól

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú jólini av álvara nærkast, hava Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Felagið Sløkkiliðsleiðarar nøkur ráð um, hvussu ein kann tryggja sær um jólini.

Ráðini, ið eru endurgivin niðanfyri eru fimm í tali, og snúgva tey seg m.a. um, hvussu tú eigur at tryggja teg, tá tú fæst við livandi ljós og matgerð um høgtíðina.

Her eru ráðini:

1. Lat ongantíð livandi ljós brenna í einum rúmi, har eingin vaksin persónur er hjástaddur.

2. Hav altíð livandi ljós í tryggari frástøðu frá gardinum, jólapynti, hondspritti og øðrum, ið brennur.

3. Far ikki úr køkinum, tá ið matgjørt verður. Set ikki eldfimar lutir á komfýrin.

4. Hav altíð eldsløkkjara og brandteppi nærhendis. Keyp einans CE merkta sløkkiútgerð.

5. Kanna eftir at allir roykvarnarar rigga, og at battaríini eru skift seinasta árið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2022

39 Leygardagur 24. desember 2022

Átta ráð til at styrkja sálarligu heilsuna í desember

Eins og aðrar tíðir á árinum hevur tað týdning at ansa eftir og styrkja sálarligu heilsuna á jólum, og ABC fyri sálarliga heilsu heitir m.a. á fólk um at leggja størri dent á góðar geriðir heldur enn at keypa gávur, at royna okkurt nýtt og at vera virkin

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eins og aðrar tíðir á árinum hevur tað týdning at ansa eftir og styrkja sálarligu heilsuna á jólum, og tí hevur ABC fyri sálarliga heilsu nøkur uppskot til, hvussu tú kanst varðveita góða sálarliga heilsu.

ABC fyri sálarliga heilsu er ein verkætlan hjá Fólkaheilsuráðnum, sum snýr seg um at fremja sálarliga heilsu og trivnað millum íbúgvarnar í Føroyum. Sálarlig heilsa snýr seg um alt tað, ið ger lívið vert at liva. Við at vera virkin á ymiskan hátt, partur av einum felagsskapi og at gera ymiskt við fullum huga, ið gevur meining fyri einstaklingin, kunnu vit styrkja og bøta um okkara sálarligu heilsu.

Á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum eru kunngjørd átta ráð til at styrkja sálarligu heilsuna í desember.

Ráðini, ið eru endurgivin niðanfyri, eru:

Legg størri dent á at gera góðar gerðir, heldur enn at keypa gávur
At gera góðar gerðir er ein bílig og einføld gáva – og kann hava minst líka nógv virði og góða ávirkan á bæði teg og onnur, sum ein keypt gáva. Smáar gerðir hava týdning og kunnu gera stóran mun í gerandisdegnum hjá tær og øðrum. Vitja onkran, sum situr nógv fyri seg sjálva/n, lat onkran koma fram um teg í bíðirøðini, skriva eina fitta heilsan til ein starvsfelaga, tosa blídliga við tey, sum avgreiða teg í handlum, ella smíl og sig hey við tey, tú møtir. Møguleikarnir fyri góðum gerðum eru nógvir og tær smáu gerðirnar muna!

Brúka tíð í náttúruni
Hóast veðrið kann vera illfýsið í desember, royn og stremba eftir at brúka nógvar løtur úti í náttúruni og fá dagsljós, tá tað ber til. At vera úti í náttúruni hevur ómetaliga góða ávirkan á sálarligu heilsuna og vælveruna. Varnast frísku luftina, litirnar, vindin, kanska kavan ella stjørnuklára himmalin.

Gev tær stundir til at vera saman við familju og vinum
Hóast tú kanska hevur nógv um oyruni í desember, gev tær stundir til familju og vinir. Ring til ein vin ella familjulim, ið tú ikki hevur sæð leingi, vitja onkran, ið hevur tað svárt í desember ella savna vinir ella familju til hugnaliga samveru. At hava kensluna av at hoyra til hevur stóran týdning fyri sálarligu heilsuna.

Royn okkurt nýtt
Set tær eina avbjóðing og royn okkurt nýtt í desember. Far til eitt tiltak, ið tú heldur tykist áhugavert, og sum tú ongantíð hevur verið til fyrr, royn eitt nýtt puslispæl, lær eitt nýtt kort- ella borðspæl saman við familju, ver kreativ/ur við at gera nýtt jólapynt ella royn eina nýggja uppskrift.

Gev tær stundir til tín sjálvs
Hóast boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu er at vera virkin, saman og hugbundin, merkir tað ikki, at vit alla tíðina skulu út at reika. Tú kanst vera virkin bæði kropsliga, sosialt, sálarliga og andaliga. Tað hevur eisini týdning at steðga á við hvørt, og geva tær stundir til at hjúkla um teg sjálva/n. Tú kanst t.d. hyggja í eina myndabók, lesa eina bók ella útinna róligar kropsrørslur, ið fáa teg veruliga at slappa av.

Byrja nýggja siðvenju
Um tú ikki hevur siðvenjur í desember, so tak stig til at byrja eina nýggja. Savna gamlar vinir ella familju, ið tú sjáldan sært til jólaklipp ella ein drekkamunn. Skipa fyri felags gongutúri ella farið saman til eitt alment tiltak.

Ver virkin – eisini í jólafrítíðini
Í jólafrítíðini kunnu vit hava lyndi til at gloyma at hugsa um okkara kropsligu heilsu. Gev tær stundir til at fara ein gongutúr, rennitúr ella enntá skreiða á sletu, um tað er kavi. Øll rørsla munar.

Ger “ver virkin, ver saman, ver hugbundin” til títt slagorð fyri 2023
At vera virkin, hava kensluna av at hoyra til og at fáast við ymiskt, ið er við til at geva tær kenslu av meining í lívinum, er við til at styrkja og varðveita góða sálarliga heilsu. Hugsa um, hvat gott tú hevur gjørt fyri tína sálarligu heilsu í 2022 – og halt fast í tí góða, ið tú hevur gjørt, og stremba eftir at raðfesta tína sálarligu heilsu í 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2022

40 Leygardagur 24. desember 2022

Moldvørpan verður grivin uppaftur í januar

22 fullsettar sýningar hava verið av leikinum á Tjóðpallinum. Gravgangur er eftir atgongumerkjum, og tí verður politiski skemtileikurin grivin upp aftur við fleiri sýningum eftir jól

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir 22 fullsettar sýningar er Moldvørpan farin í jólafrí. Men vegna gravgang eftir atgongumerkjum verður politiski skemtileikurin grivin uppaftur við fleiri sýningum í januar.

Moldvørpan er ein stuttligur, stuttfluttur, føroyskt framleiddur skemtileikur, ið hevur fingið framúr góða móttøku og verður av mongum skýrdur sum ein tann stuttligasti leikur, tey hava sæð. 

Tá ið Per ein dagin missir sín samleika, byrjar tann stóra leitingin. Til hann endar út í Tinganesi og inni á løgmansskrivstovuni. Og har byrjar komedian. Hvat hendir við Stórtunlinum? Hvør skal hava ársins Moldvørpu? Hvat er verri, ein senil mamma ella korrupt embætisfólk? Og hvar setur mann eina arkitektoniska perlu?

Myndir ©: Tjóðpallur Føroya/Høgni Heinesen

[object Object]Erling Eysturoy hevur leiklutin sum løgmaður

[object Object]Nikolaj Falch er Per

[object Object]Laura Joensen er senila mamman

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2022

41 Leygardagur 24. desember 2022

Farnir í gongd við rakettstøðina norðast í Hetlandi

Um trý til fýra ár verða umleið 30 útskjótingar um árið frá støðini, ið bert liggur 180 fjórðingar frá Føroyum

Lamba Ness. Tey eru byrjað at leggja rakettstøðina har (Mynd: shetnews.co.uk)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Farið er nú av álvara í gongd við at byggja rakettútskjótingarstøðina uttast á landnyðringshorninum í Hetlandi og harvið eisini uttast á landnyðringshorninum av bretsku oyggjunum.

Lamba Ness eitur staðið, sum til fyri gott 20 árum síðani legði lendi til eina radarstøð hjá Royal Airforce.

Til fyri fáum mánaðum síðani sást ikki nógv eftir av radarastøðini, men í summar varð so farið undir at byggja komandi ‘rúmdarhavnina’ – spaceport – á nesinum.

Talan er um eitt øki, ið – næstan – liggur so tætt við Føroyar, sum komast kann. Og um trý til fýra ár verður roknað við, at hetta verður miðdepil fyri umleið 30 skjótingar út í rúmdina um árið, við einum 10 til 15 fylgisveinum av ymiskum slagi hvørja ferð.

Ætlandi fara Føroyar at fáa ein leiklut í hesum útskjótingum, tí talan hevur verið um at taka upp eitt samstarv við Føroya Tele til tess at taka niður dátur tá rakettirnar verða skotnar upp av Lamba Ness við kós norðureftir, so tær koma at vera í føroyskum loftrúmi í rúma tíð.

Strang-hjúnini byrjaðu í smáum

Útskjótingarstøðin kallast SaxaVord Spaceport. Stigtakararnir til hesa rættiliga stóru ætlanina byrjaðu í smáum, tá hjúnini Frank og Debbie Strang keyptu tað, sum eftir var av RAF radarastøðinil kallað SaxaVord við Lamba Ness á oynni Unst.

Hetta umfataði millum annað rættiliga nógv hús, har starvsfólk á støðini búðu í, og hesi hús vórðu síðan gjørd út til frítíðaríbúðir at leiga.

Nú rakettstøðin er blivin veruleiki, og sostatt verður tann fyrsta støðin í Bretlandi, sum kann skjóta rakettir upp, verður roknað við at tað kann elva til stóra menning á hetlendsku norðoyggjunum, sum onkursvegna hava merkt sviðan av, at bretska loftverjan valdi at flyta tað nógva virksemi burtur.

Eitt nú varð floghavnin við Baltasound niðurløgd, tí grundarlag var ikki at hava regluliga flúgving har. Eitt skifti, meðan radarastøðin virkaði, í 1994/95, ferðaðust næstan 350.000 fólk um henda lítla flogvøllin árliga.

Nú verður væntað, at grundarlag verður fyri at lata floghavnina uppaftur, skrivar Shetnews.

[object Object]
Frank Strang (Savnsmynd)

Droyma um undirsjóvartunnlar

Roknað verður við, at millum 100 og 150 fólk fara at arbeiða á SaxaVord Spaceport, tá hon er komin rættiliga í drift.

Men tað verður eisini tosað um at bora undirsjóvartunnlar eftir føroyskari fyrimynd.

Fyri at koma av hetlendska meginlandinum út á Unst skal siglast um tveir firðir ella sund.

Fyrst frá ferjuleguni Toft, sum liggur nærhendis Sullom Voe oljuterminalin og yvir um Yellsound, ein túrur, ið tekur umleið 20-25 minuttir, til Ulsta á oynni Yell. Haðani skulu koyrast knappir 30 kilometrar til Gutcher har ein onnur ferja siglir um Bluemull Sound til Belmont á Unst. Hesin túrurin tekur um 30 minuttir.

Tað er góðar 20 kilometrar frá ferjuleguni í Belmont til Skaw, norðast á oynni, har Lamba Ness er.

Túrurin úr Lerwick til SaxaVord Spaceport er góðar 100 kilometrar umframt ferjutúrarnar, so tað er skiljandi, at tey droyma um undirsjóvartunnlar har, serliga um ferð kemur á fólkavøksturin í sambandi við rúmdarvirksemið.

Longu nú merkja fólkini á Unst, at rakettvirksemið er byrjað. Bøtt er um vegir og infrakervi yvirhøvur. Eitt nú er skervur og annað tilfar til støðina flutt í oynna sjóvegis úr Noregi.

Ein milliard milliardir dollarar í virði

Hetta er ein nógv bíligari flutningur, enn um tilfarið skuldi verið flutt umvegis Lerwick á Mainland, vísir Frank Strang á í samrøðu við Shetnews.

Higartil eru 23 milliónir pund brúkt til byggingina, og herí eru eisini útreiðslur til at bøta um veganetið norður til støðina.

Sambært serfrøðingum verður roknað við, at rúmdarídnaðurin umleið ár 2040 hevur eitt virði upp á eina trillión dollarar. Er talan um eina amerikanska trillión, svarar tað til eina billión á okkrar leiðum, svarandi til ein milliard milliardir.

So vit tosa um sera stórar upphæddir, og bretski rúmdarídnaðurin hevur sett sær sum mál, at fáa fatur á tíggju prosentum av hesum marknaðinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2022

42 Leygardagur 24. desember 2022

Leo Varadkar aftur forsætisráðharri í Írlandi

Formenninir í stóru stjórnarflokkunum gjørdu fyri tveimum árum síðani av at skiftast um valdið, og farna vikuskiftið tók Leo Varadkar við sum forsætisráðharri eftir Michael Martin, sum hevur sitið í sessinum seinastu tvey árini

Leo Varadkar á ES-fundi í Brússel í desember 2019 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna leygardag gjørdist 43 ára gamli Leo Varadkar aftur forsætisráðharri í Írlandi.

Í juni 2020 samdust stjórnarflokkarnir um at deilast um forsætisráðharrasessin. Michael Martin, formaðurin í flokkinum Fianna Fáil, hevur verið forsætisráðharri seinastu tvey árini, og leygardagin yvirtók Leo Varadkar hjá flokkinum Fine Gael sessin.

Leo Varadkar var eisini forsætisráðharri í tíðarskeiðnum 2017 til 2020.

Fianna Fáil og Fine Gael hava skipað stjórn saman við umhvørvisflokkinum The Green Party, og sambært BBC er hetta fyrstu ferð í søguni hjá Írlandi, at eitt slíkt valdsskifti fer fram.

62 ára gamli Michael Martin hevur nú yvirtikið leiklutin sum varaforsætisráðharri og uttanríkismálaráðharri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2022

43 Leygardagur 24. desember 2022

Trump rindaði ikki eina cent í skatti seinasta árið sum forseti

Eftir áralanga togtogan verða privatu skattaviðurskiftini hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum almannakunngjørd

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, rindaði 1,1 milliónir dollara í skatti í tveimum av sínum fýra árum í Hvítu Húsunum. Men næstan ongan skatt hini bæði árini.

Hetta framgongur í eini nýggjari frágreiðing, ið gjørdist almenn mikudagin.

Tølini vórðu løgd fram fyri eina skattanevnd í kongressini, og vísa at 76 ára gamli milliardingurin javnan hevur víst á stór hall í sínum forrætningum fyri at sleppa undan at rinda skatt í tíðarskeiðinum 2015 til 2020.

Í 2018 og 2019, millumárini í forsetaskeiðinum, kom skattaupphæddin á nakað meira enn eina millión dollarar, meðan hann tilsamans rindaði 750 dollarar í 2017.

Seinasta árið í Hvítu Húsunum, árið tá hann tapti forsetavalið, rindaði hann als ongan skatt yvirhøvur, skrivar NRK.

Ein fíggjarætlanarnevnd í amerikanska umboðsmannatinginum samtykti í gjár at almannakunngera skattaviðurskiftini hjá fyrrverandi forsetanum ein av komandi døgunum.

Hetta varð samtykt við 24 atkvøðum fyri og 16 ímóti. Demokratarnir atkvøðu fyri og republikanararnir atkvøddu ímóti.

Henda avgerðin er endin á eini langari politiskari og løgfrøðiligari togtogan um innlit í fíggjarligu viðurskiftini hjá Trump. Fyrrverandi forsetin hevur av øllum alvi stríðst fyri, at upplýsingarnar, ið hann hevur latið skattavaldinum, framhaldandi skuldu vera privatar.

Aðrir forsetar hava annars allir almannakunngjørt síni viðurskifti við skattavaldið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2022

44 Leygardagur 24. desember 2022

Zelenskyj hevði flagg av hermótinum við sum gávu

Ukrainski forsetin helt røðu í amerikansku kongressini mikukvøldið – hetta er fyrsta uttanlandsferð hansara síðan kríggið byrjaði

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, hevði eina gávu við, tá hann mikukvøldið helt røðu í amerikansku kongressini. Eitt stórt ukrainska flagg frá hermótinum í eysturukrainska býnum, Bakhmut, sum forsetin dagin fyri hevði fingið frá einum bólki av ukrainskum hermonnum.

- Teir bóðu meg taka hetta flaggið við til tykkara, til amerikansku kongressina, til limirnar í umboðsmannatinginum og senatorarnar, hvørs avgerðir kunnu bjarga milliónir av fóllkum. So takið hesar avgerðir, bað Zelenskyj um av røðarapallinum, tá hann rætti flaggið við undirskriftunum hjá hermonnunum til amerikanska varaforsetan, Kamala Harris og forkvinnuna fyri umboðsmannatingið, Nancy Pelosi.

[object Object](Mynd: EPA)

Ein íløga í heimsins trygd

Í síni røðu takkaði Zelenskyj amerikanska fólkinum fyri stuðulin til ukrainska stríðið móti Russlandi, sum í ár hevur verið upp móti 50 milliardum dollarum.

- Tykkara pengar eru ikki vælgerð. Tað er ein íløga í alheims trygd og fólkaræði, segði Zelenskyj.

Fyrr um dagin vitjaði Zelenskyj amerikanska forsetan, Joe Biden, í Hvítu Húsununum. Tá forsetarnir heilsaðust, tóku teir ikki bara lógvatak, men Biden legði armin um herðarnar á Zelensky og fevndi hann.

Henda heilsanin er eitt tekin til Putin um, at Ukraina kann rokna við framhaldandi stuðli, bæði hernaðarligum, peningaligum og politiskum úr USA, heldur Steffen Kretz, USA-journalistur hjá DR

[object Object]
(Mynd: EPA)

Til reiðar at stuðla

Undan fundinum hevði amerikanska stjórnin boðað frá, at hon er til reiðar við hernaðarligum stuðuli fyri umleið 14 milliardir dollarar. Millum annað eisini eina framkomna Patriot-loftverju.

Vitjanin er tann fyrsta hjá ukrainska forsetanum uttanlands síðan kríggið byrjaði 24. februar.

Sambært Volodymyr Zelenskyj fer Ukraina ikki at slaka í stríðnum ella geva seg yvir til Russlands.

- Komandi ár verður eitt vegamót, eri eg vísur í. Ukrainskt dirvi og amerikanskt støðufesti fer at tryggja framtíðina fyri okkara felags frælsi, segði Zelenskyj millum annað av røðarapallinum í kongressini, skrivar Danmarks Radio. 

[object Object]
(Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2022

45 Leygardagur 24. desember 2022

Russland dubbar herin upp til 1,5 milliónir fólk

Tað eru ongi búskaparlig mørk fyri hvat russiska stjórnin vil lata russiska hervaldinum, sigur Putin

Russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er neyðugt at økja talið av manningini í russiska herinum, so hann kemur at telja 1,5 milliónir fólk.

Soleiðis ljóðaðu boðini frá russiska verjumálaráðharranum, Sergej Sjojgu, á einum hernaðarfundi, sum varð sendur í sjónvarpinum í vikuni. Putin forseti hevur sagt seg vera samdan í hesum, skrivar New York Time.

Talan er um størri dubbing í mun til august, tá Putin forseti skrivaði undir eina løgskipan, sum skuldi økja talið av herfólkum við 137.000 til 1,15 milliónir tilsamans. Løgskipanin skuldi eftir ætlan fáa gildi nú á nýggjárinum.

Samstundis staðfestir Vladimir Putin, at tað ongi búskaparlig mørk eru fyri, hvat stjórin fer at játta verjuni, og at hypersoniska Sarmat-rakettin – kend sum “Satan II” – skuldi veri klár at brúka í stríðnum í nærmastu framtíð, skrivar dr.dk. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2022

46 Leygardagur 24. desember 2022

Betri møguleikar at løða el-bilar í Havn

AC-løðistøðir hjá almenninginum at brúka eru settar upp við Tórsbreyt og aftan fyri gomlu politistøðina

Tvær løðistøðir eru settar upp við Tórsbreyt á Hálsi (Mynd: Sev)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Almennu løðimøguleikarnir økjast alla tíðina, og nú eru fýra nýggjar AC-løðistøðir settar upp á sentralum støðum í Havn, boðar Sev frá í tíðindaskrivi.

Tvør AC-løðistøðir standa á parkeringsøkinum við Tórsbreyt, har nógv fólk ferðast bæði til handils, til tiltøk í Norðurlandahúsinum og ikki minst til at venja á rennibreytini, í venjingarmiðstøðini, svimjihøllini, á rennibreytini ella aðra staðni á Hálsi og í Gundadali.

Tvær løðistøðir eru settar upp í Bókbindaragøtu aftan fyri gomlu politistøðina. Hetta er eisini eitt øki, har nógv fólk kemur og fer, og harafturat eru ikki eins góðir møguleikar hjá fólki, sum búgva í økinum, at hava egna løðistøð.

Sostatt er pláss fyri átta bilum afturat at løða samstundis á almennari løðistøð í Havn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2022

47 Leygardagur 24. desember 2022

Stórur áhugi fyri fjarhita í Havn

Fjarhitafelagið fær altsamt fleiri fyrispurningar frá fólki, sum vilja hava fjarhita. Áhugin fyri fjarhitanum er nógv øktur seinasta hálva árið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Fólk skriva ella ringja dagliga til Fjarhitafelagið fyri at frætta nærri um fjarhitan, og nær møguleiki kundi verið at bundið í fjarhitanetið, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.

Hann sigur, at økti áhugin fyri fjarhitanum er komin í kjalarvørrinum á hækkandi olju- og orkuprísum sum heild, ið tóku seg upp, eftir at Russland leyp á Ukraina.

Hetta seinasta hálva árið er áhugin fyri fjarhitanum øktur nógv.

- Bæði einstaklingar, eigarafeløg og umboð fyri grannaløg venda sær javnan til okkara, tí tey hava áhuga fyri at binda í fjarhitanetið, og eisini tí tey ynskja sær eina grøna orkuloysn. Eg haldi man kan siga, at orkustevnan, Ósvart, sum var hildin í Norðurlandahúsinum fyrst í november, eisini skumpaði undir áhugan fyri fjarthitanum, greiðir Hans Christian Dam frá.

Fjarhitaleiðingin strekkir seg frá Sundsverkinum og Brennistøðini á Hjalla til Hoyvíkar, oman gjøgnum Gundadal, miðbýin og víðari út í Vesturbýin. Næsta byggistig er at knýta fjarhitanetið á Argjahamri upp í restina av fjarhitaskipanini.

- Høvuðsleiðingin, sum hesi seinnu árini er løgd gjøgnum býin, hevur við sær, at nógv grannaløg nú hava lættari atgongd til fjarhita, tí teinurin frá einum býarparti ella grannalagi til høvuðsleiðingina er vorðin lutfalsliga stuttur, staðfestir Hans Christian Dam.

Hann vísir kortini á, at tað er ein fortreyt, at 70-80 prosent av einum býarparti ella grannalagi skulu binda seg til at brúka fjarhita, um tað skal loysa seg at leggja fjarhitan út í slík íbúðarøki.

Umleið 1.700 brúkarar eru bundnir í fjarhitaskipanina.

Tíðindaskriv frá Fjarhitafelagnum



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2022

48 Leygardagur 24. desember 2022

Norskar olju- og gassútbyggingar fyri 200 milliardir 

Norski orkurisin Aker BP hevur latið inn til góðkenning 10 útbyggingar av olju- og gasskeldum. Hesar fara at økja munandi um framtíðar virksemið á norska landgrunninum eins og stuðla undir veitingartygdina í Evropa

Nýggju útbyggingarnar fara at geva nógv arbeiði í norsku veitingarvinnuni í fleiri pørtum av landinum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað vóru kærkomin tíðindi í norsku veitaravinnuni, tá leiðslan í einum tí størsta orkufelagnum í Noregi, Aker BP, í vikuni kunngjørdi eina sera umfevnandi útbyggingarætlan komandi árini til eitt virði uppá nærum 200 milliardir krónur.

Væntandi fara útbyggingarnar at geva arbeiði til 150.000 fólk her fyrst og fremst á skipasmiðjum og í veitarafyritøkum framvið norsku strondini.

Umleið 60 prosent av íøgunum fara til norskar veitarar av ymsum slag. Aftrat hesum fara arbeiðini at seta nógvar ringar í vatnið við avleiddum  virksemi til nógvar aðrar partar av Noregi eisini.

Útbyggingarnar skulu gerast ymsa staðni á norska landgrunninum, serstakliga har tað frammanundan er eitt væl útbygt undirstøðukervi við bæði pallum  og undirsjóvarútbúnaði til framleiðslu av bæði olju og gassi. 

So mikið stórar eru samlaðu ídnaðaríløgurnar, at tær verða mettar at vera tær størstu í privat virksemi í Evropa. Aker BP, sum nøkur ár herfyri varð lagt saman, verður fyristøðufelag fyri øllum útbyggingunum og luturin hjá felagnum í hesum ognunum er 70 prosent upplýsir felagið í tíðindaskrivi. 

[object Object]

Stjórin í norska Oljudirektoratinum, Torgeir Stordal sigur, at umrøddu íløgurnar í olju og gass í Norra fara at hava stóran týdning fyri Evropa uppá longri sikt, tí tær fara at vera við til at nøkta tann stóra orkutørvin, ikki minst nú Evropa ger seg minni bundið at orku úr Russlandi.

Norsku útbyggingarnar eru  helvt um helvt olja og gass. Væntandi fara útbyggingarnar at hava við sær, at norski staturin fer at fáa 160 milliardir krónur í skattainntøkum komandi árini.

Í fleiri førum er talan um at nútímansgera og útbyggja verandi felt á landgrunninum. Eisini verður miðjað móti at byggja út nýggj undirstøðukervi í nýggjum økjum. 

Seinastu 10 útbyggingarætlaninar koma aftrat teimum fýra, sum longu eru latnar myndugleikunum í ár. Og roknað verður við uppaftur fleiri móti ársenda.

- Vit hava økt um útflutningin av gassi við 8 prosentum í ár. Hetta vísir, hvussu stóran týdning gass hevur og hvussu týðandi norsk olja og gass eru fyri Evropa sigur Terji Aasland, olju- og orkuráðharri, sum kallar seinastu hendingarnar ein dreymadag.

Hann brúkar norsku vendingina "at utvikle heldur enn at avvikle" olju- og gassídnaðin um støðuna í norsku orkuvinnuni. Eisini norska LO tekur væl ímóti tíðindunum og vísir til týdningin tað hevur, at Norra hjálpir til at verja veitingartrygdina í Evropa. 

[object Object]

Men ikki øll eru so fegin um støðuna. Eitt nú sigur leiðarin fyri Naturvernforbundet, Truls Gulowsen, at hetta er ein ringur dagur fyri norskan búskap og ein vanlukka fyri grøna orkuskiftið og fyri útlátið í Noregi. 

Felagið heldur, at gongdin fer at yvirupphita norska búskapin og útseta grøna orkuskiftið. Týðandi fakfólk verða nú noydd til at arbeiða við oljuverkætlanum í eini tíð, tá tað er neyðugt hjá teimum at umskúla seg til grønu orkumenningina.

Hann gevur m.a. nýggja lagaliga oljuskattapakkanum ábyrgdina fyri hesi gongd. Umhvørvisfeløg hava ávarað móti hesum pakkanum síðani 2020.

Heldur ikki felagsskapurin “Natur og ungdom” er fegin um støðuna. -Okkum tørvar kompetansu, íløgur og arbeiðsmegi í grønu vinnuni, og tá hjálpir tað ikki at hava sum mál grønar verkætlanir, tá man heldur fram við at undirgrava neyðugu umleggingina til grønt sigur Gina Gylver, leiðari sambært E24. 

Umboð fyri Aker BP eru ikki samd við tey, sum finnast at gongdini. Har verður víst á, at nýggja virksemið fer eisini at hava við sær, at íløgur fara at verða gjørdar í varandi orku, nú oljufeløgini longu hava neyðugu tøknina og vitanina til at koma víðari við grøna orkuskiftinum.

Men neyvan varð komið hertil, um ikki politikararnir í Stórtinginum høvdu broytt skattaskipanina og gjørt tað meira lønandi at gera íløgur í nýtt virksemi eru flest øll samd um. 

Keldur: E24, Aker BP, Offshore Energy

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2022

49 Leygardagur 24. desember 2022

Hetland fyrireikar heimsins størstu vindmylnulund

Við 103 vindmyllum verður komandi vindmylnulundin í Hetlandi ein tann størsta á landi í heiminum

Í næstum kemur hetta flótandi hotellið til Lerwick, har tað skal húsa 220 arbeiðsfólkum, sum fara at seta upp 103 vindmyllur
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í Hetlandi gera tey nú klárt til at seta upp 103 vindmyllur á landi. 

Í hesum sambandi verður tørvur á flótandi hotelli til at hýsa mongu arbeiðsfólkunum, sum skulu arbeiða hjá Viking Energy, ið stendur fyri verkætlanini.

Her er talan um fólk frá donsku vindmylnufyritøkuni Vestas, sum er veitari av teimum meira enn 100 vindmyllunum.

Seinast tørvur varð á at leiga flótandi íbúðir til at hýsa arbeiðsfólki í Hetlandi var í 2015, tá stór gassútbygging fór fram í Sullom Voe.

[object Object]

Talan verður í byrjanini um 100 fólk, men tá mest er at gera fara 220 fólk at arbeiða við uppseting og liðuggerð av vindmyllunum. Nú í eina tíð hevur verið arbeitt við at stoypa elementini, sum vindmyllurnar skulu standa á.

Væntandi byrjar arbeiðið at seta vindmyllurnar upp  í januar og  februar og kemur í hæddina í mars sambært Shetland News.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2022

50 Leygardagur 24. desember 2022

Nýggjur gassterminalur tikin í nýtslu í Týsklandi

Skal vera við til at nøkta stóra eftirspurninginum eftir gassi í Týskalandi. Fýra aðrir terminalar koma aftrat í næstum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Farna leygardag varð fyrsti flótandi LNG gassterminalurin í Týsklandi tikin í nýtslu í havnabýnum Wilhelmshaven.

Tá orkukreppan tók seg upp eftir russisku innrásina í Ukraina varð Týskland meint rakt av væntandi gassveitingum úr Russlandi. Til tess at minka um avleiðingarnar fór týska stjórnin alt fyri eitt undir at fyrireika bygging av fleiri LNG terminalum, sum skulu taka ímóti flótandi gassi úr øðrum londum.

Nú er so tann fyrsti av hesum tikin í nýtslu, tá 'Höegh Esperanza' kom við fyrstu lastini av flótandi gassi. Gassið fór beinleiðis inn á týska gassnetið og skal veita gass til bæði húsarhald og virki.

Hetta skrivar Søfart, sum endurgevur Yahoo Finance. 

Hesin flótandi LNG terminalurin fer at hava ein týðandi leiklut at veita orku til eitt land, sum er so tengt at gassi.

Undan krígnum í Ukraina fekk Týskland gass úr Russlandi umvegis Nord Stream 1 gassleiðingina gjøgnum Eystrasalt. Hesin steðgaði veitingunum fyrr í ár.

Týska stjórnin hevur leigað tilsamans fimm av hesum gassterminalum til at nøkta eftirspurningin eftir gassi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2022

51 Leygardagur 24. desember 2022

Deni heldur fram í Klaksvík

Stinni serbin hevur spælt fyri KÍ í fimm kappingarár. Nú hevur Deni Pavlovic sáttmála við KÍ til og við 2025

Deni Pavlovic í evropeiskum dysti fyri KÍ summar. Hann hevur spælt 21 slíkar og hevur har - eins og í Betrideildini - víst sítt virði (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í 2018 kom ein tá 24-ára gamal serbi til Klaksvíkar. Sum barn búði hann eitt stutt skifti á Tvøroyri, tí pápin - Zoran Pavlovic - spældi við TB. Seinni var Zoran í tveimum førum venjari hjá TB.

Sonur hansara hevur skrivað sítt navn fast í KÍ-søguni. Deni Pavlovic hevur spælt 129 dystir og skorað 16 mál fyri KÍ. Serliga hevur tað veirð í evropeisku dystunum, at Deni hevur verið lutfalsliga málsøkin fyri ein miðverja/verjukendan miðvallara: Har hevur nú 29-ára gamli maðurin úr Beograd fýra mál í 21 dystum. 

Nú hevur hann skrivað undir nýggjan sáttmála við KÍ, ið er galdandi til og við 2025. 

- Vit frøast um at kunna kunngera, at Deni hevur longt sín sáttmála við okkum. (...) Upprunaliga kom Deni til KÍ sum miðverji, men hevur hann víst, at hann kann leika á fleiri plássum - og hevur hann fyri tað mesta røkt plássið á miðvøllinum seinastu tíðina, skrivar KÍ á heimasíðuni.

Harvið fer sterki serbin at spæla við KÍ fýra tey næstu kappingarárini. Deni Pavlovic hevur verið við til at vunnið trý føroyameistaraheiti í Klaksvík og til at spæla KÍ víðari fimm ferðir í Evropa.

[object Object]
Deni Pavlovic í eyðkendum stíli í dysti í Runavík (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2022

52 Leygardagur 24. desember 2022

Jákup Martin gevst í EB/Streymi

Sundalagsmenn skulu hava nýggjan venjara næsta kappingarár

Jákup Martin Joensen (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jákup Martin Joensen, sum hevur verið venjari í EB/Streymi seinastu fýra kappingarárini, gevst.

EB/Streymur og Jákup Martin Joensen eru komin ásamt um ikki at leingja sáttmálan, skrivar felagið í fráboðan.

- Avtalan, um ikki at leingja samstarvið, er gjørd í sátt og semju millum felagið og Jákup Martin, verður sagt.

Nevndin arbeiðir í løtuni við at fáa venjaraspurningin upp á pláss og vænandi kemur hetta í rætt lag í inniverandi ári.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2022

53 Leygardagur 24. desember 2022

Pól Thorsteinsson nýggjur høvuðsvenjari hjá FC Suðuroy

-

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

FC Suðuroy og Pól Thorsteinsson hava gjørt avtalu um at Pól verður venjari hjá 2. deild kappingarárið 2022.

Hesum boðar FC Suðuroy frá á heimasíðu sínari.

- Pól hevur seinastu árini verið partur av ungdómsvenjaratoyminum hjá FC Suðuroy og hevur ikki minst drúgvar royndur sum leikari, bæði sum yrkisleikari uttanlands og í Føroyum, og sum leikari á føroyska A-landsliðnum.

49-ára gamli Pól Thorsteinsson er vágbingur, og spældi hann yvir 300 dystir á høgum støði í Føroyum. Hann spældi nógv ár í B36, har hann vann FM tríggjar ferðir og steypakappingina einaferð. Pól var eisini í NSÍ trý ár samanlagt, har tað bleiv talan um eitt steypagull og einasta føroyameistaraheiti í søgu felagsins (í 2007).

Hann royndi seg í 2000 í Vali í bestu íslendsku deildini, og harði og klóki verjuspælarin spældi 37 A-landsdystir fyri Føroyar.

Í Vági gleða tey til samstarvið við Pól Thorsteinsson, og boða frá at farið er longu undir fyrireiking til komandi kappingarár. Besta mansliðið hjá FC Suðuroy skal aftur í 2023 spæla í 2.deild - triðbestu deildini. Pól Thorsteinsson avloysir Palla Augustinussen í sessinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2022

54 Leygardagur 24. desember 2022

Eyðvør skal stjórna U16- og U17-gentunum

FSF hevur sett Eyðvør Jakobsen í starv sum venjari hjá U16-landsliðnum og U17-landsliðnum við gentum

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sum liður í arbeiðinum at menna fleiri landsliðsspælarar, varð í oktober mánaði avgerð tikin um at víðka landsliðsvirksemið hjá FSF, til eisini at hava U16-landslið við bæði gentum og dreingjum.

Og nú er greitt, at venjari hjá U16-landsliðunum við gentum verður Eyðvør Jakobsen, ið eisini kemur at hava ábyrgdina av U17-gentunum.

– Tá eg sá, at starvið sum venjari hjá U16- og U17-landsliðunum við gentum var leyst at søkja, tók eg møguleikan. Hetta er veruliga nakað, sum eg brenni fyri. Mær hevur altíð dámt væl at arbeitt við ungum fótbóltsspælarum, og hetta verður tískil ein spennandi avbjóðing, sum eg gleði meg nógv til, sigur Eyðvør Jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.

Eyðvør, sum er útbúgvin námsfrøðingur, og sum fyrr í vikuni fekk handað UEFA A-venjaraprógv, hevur drúgvar royndir sum venjari, og hevur í mong ár verið ungdómsvenjari í HB.

Umframt at vera landsliðsvenjari, skal Eyðvør Jakobsen eisini hava eitt tætt samskifti við feløgini kring landið, har hon í høvuðsheitum skal fylgja gongdini hjá øllum spælarunum, ið hava aldur til U16- og U17-landsliðini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2022

55 Leygardagur 24. desember 2022

Argentina heimsmeistari fyri triðju ferð eftir frálíka finalu

Argentina var greitt omaná, men tvey Mbappé-mál sendu dystin í longda leiktíð. Har skoraðu bæði Messi og Mbappé - í brotssparkskappingi vóru argentinar kaldari, Martinez aftur avgerandi, og Messi setti punktum í HM-høpi við steypinum

Endiliga eydnaðist tað hjá Messi, ið var frálíkur í finaluni og í endaspælinum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í fyrra hálvleiki í vanligu leiktíðini tyktist eingin ivi vera: Argentina skoraði tvær ferðir og var greitt omaná. 1-0 málið kom við tryggum brotssparki frá Messi miðskeiðis í hálvleikinum, og tíggju minuttir fyri steðgin økti Argentina við einum frálíkum máli: Alexis Mac Allister varð sendur væl avstað, og við góðari alvering fann hann roynda Angel Di Maria, ið eisini avgjørdi Copa America í fjør.

2-0 og Didier Deschamps valdi at skifta bæði Ousmane Dembelé, ið gjørdi brotssparkið, og Oliver Giroud út fimm minuttir fyri steðgin.

Hetta fekk tó ikki stórvegis ávirkan beinanvegin. Frakland hevði einki skot móti vælskipaða og hartarbeiðandi argentinska liðnum í fyrra hálvleiki og einki á mál, fyrrenn Kylian Mbappé tíggju minuttir fyri leiklok minkaði um munin við brotssparkið. Tveir minuttir seinni vann innskifti Coman bóltin av Messi, bólturin endaði hjá Mbappé, ið spældi bandaspæl og síðani fluktaði bóltin í longra málhornið. 

Eitt framúr vakurt mál, 2-2, og so var av álvara lív í.

Tað lá meira til Frakland nú og herjaði á, og seinastu løtuna og í longdu leiktíðina vóru fraklendingar nær við at skora til 3-2, men argeningar ressaðust, og í 108. minutti spældi teir aftur væl, og Messi var til reiðar, tá Lloris hálvbjargaði royndini frá lívliga inskifta Lautaro Martinez.

Hetta sá út til at gerast avgerandi, og harvið at Messi fór at fáa sín ævintýrenda.

Men Frakland og Mbappé vildi tað øðrvísi. Tíggju minuttir seinni skeyt Mbappé, bólturin fór í ein argentinskan arm, og so var aftur brotsspark, ið greiði dómarin var ivaleysur um. Hetta umsetti Mbappé aftur kaldliga.

[object Object]
Mbappé skeyt trý brotsspørk í finaluni og skoraði øll 

Hann skoraði eisini í brotssparkskappingini, tað gjørdi PSG-liðfelagin Messi eisini, og tað vóru argentinar, ið vóru tryggari.

Frakland brendi tvey brotsspørk - Emilano Martinez bjargaðu einaferð, Hugo Lloris megnaði ikki at bjarga nøkrum brotssparki, hóast hann góðan møguleika fyri tí, og Argentina skoraði fýra. Gonzalo Montiel gjørdist avgerandi, og so sluppu kenslurnar út. 

Hetta var fyrstu ferð síðani Maradona og hinir vunnu í 1986, at Argentina gjørdist heimsmeistari. Lionel Messi og liðfelagirnir byrjaðu endaspælið við at tapa móti Saudi Arabia - nú endaði gandakallurin sína HM-tíð á tindinum. Hann varð eisini kosin besi spælai í endaspælinum.

Mbappé gjørdist toppskjútti við átta málum - Messi skoraði sjey.

HM-finala 2022
Sunnudagin 18. desember 2022 - Lusail Stadium
Argentina - Frakland 2-2 (3-3 eftir longda leiktíð) 7-5 eftir brotssparkskapping

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2022

56 Leygardagur 24. desember 2022

Mbappé og argentinar fingu heiðrar eftir finaluna

Mbappé tók í síðstu løtu heitið sum toppskjútti frá Messi, men nummar 10 hjá Argentina fekk gullið og heiðurin sum besti spælari í kappingini. Besti málverji og ungi spælari eru eisini úr Argentina

Mbappé ikki eins fegin og hinir, men HM-toppskjúttin eigur størsta heiðurin fyri, at finalan hóast alt gjørdist so spennandi og framúr (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var ein finala millum Argentina og Frakland, men stórdysturin í Katar sunnudagin var eisini ein dystur millum 35-ára gamla Lionel Messi og 23-ára gamla Kylian Mbappé. Til dagliga eru teir liðfelagir í Paris Saint Germain, PSG, og mett verður av summum, at fraklendingurin er eitt slag av arvingi hjá argentinanum sum heimsins fremsti fótbóltsleikari.

Í knock-out dystunum hava teir stríðst fyri at fáa síni lið til finaluna, men eisini um toppskjúttaheitið. Áðrenn finaluna høvdu Mbappé og Messi skorað fimm mál hvør. Argentinin legði ógvuliga væl út við tryggum brotssparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og hann var við í flotta 2-0 málinum. Kylian Mbappé var ikki serliga sjónligur, men sum Frakland mentist, kom hann betri við og fyrst skoraði hvirluvindurin til 1-2 við brotssparki, og tveir minuttir seinni javnaði Mbappé við flottum fluktara.

Í longdu leiktíðini skoraðu PSG-menninir hvør sitt mál, og tað endaði harvið 8-7 til Kylian Mbappé, ið longu hevur skorað 12 HM-mál í 14 dystum og spælt í tveimum HM-finalum, har maðurin úr Paris hevur skorað samanlagt fýra mál.

Hesaferð eydnaðist tað ikki tó ikki Mbappé og Fraklandi at vinna gullið. Hann fekk toppskjúttaheitið, men Messi fekk hesaferð hendur á steypinum, og fyri aðru ferð valdi FIFA hann til besta spælara í einum HM-endaspæli.

[object Object]Tað vóru Messi og liðfelagirnir, ið kundu fegnast eftir brotssparkskappingina (Myndir: EPA)  

Fyrru ferð var í Brasil í 2014, har Argentina tapti finaluna fyri Týsklandi eftir longda leiktíð. Tá var Lionel Messi  "í besta fótbóltsaldri", men ikki eins eyðsýndur og avgerandi sum hesaferð.

Hann skoraði í øllum knock-out dystunum og rúnarbant við millum annað driblingum, góðum yvirblikki og alveringum - síðsti HM-dystur hansara gav eisini lágvaksna fótbóltsúrmælinginum úr Rosario tað, sum hann og allir aðrir argentinar so inniliga ynsktu.

Tveir aðrir lyklaleikarar hjá Argentina fingu eisini heiður. 30-ára gamli Emiliano Martinez stríddist leingi á sínari yrkisleið, men er nú fastur Premier league-málverji og hevur undir Lionel Scaloni bitið seg fastan á landsliðnum. Hann átti stóran leiklut í Copa America-gullinum í fjør og eisini í hesum: Martinez bjargaði tveimum brotsspørkum í brotssparkskappingini móti Niðurlondum í fjórðingsfinaluni, einum í finaluni, umframt at hann hevði eina risabjarging í 120 og eina í yvirtíðini móti Avstralia. Martinez helt málið reint tríggjar ferðir í Katar og fekk gyltu handskarnar.

[object Object]Martinez syrgdi í 120. minutti fyri, at dysturin yvirhøvur kom til brotssparkskapping. Hann bjargaði síðani skotinum hjá Kingsley Coman (Myndir: EPA)

Tað var Enzo Fernandez, ið varð valdur sum besti ungi spælarin í HM-endaspælinum.

21-ára gamli miðvallarin úr Benfica byrjaði á bonkinum tveir teir fyrstu dystirnar hjá Argentina í Katar, men eftir at hann kom inn, skoraði og spældi væl móti Meksiko hevur heldur verjukendi, taktiskt og tekniskt dugnaligi miðvallarin verið fastur maður. Hann hevur arbeitt gróthart og staðið fastur í trýstinum - Fernandez spældi allar 120 minuttirnar í finaluni og í fjórðingsfinaluni, eins og fullan dyst í hálvfinaluni.

Hann hevði flest nertingar, flest rættar alveringar og flest takklingar av øllum í finaluni, og vann heldur óvæntað heiðurin frammanfyri Jude Bellingham og Josko Gvardiol.

HM-heiðrar

Toppskjútti (Golden Shoe): Kylian Mbappé, 8 (Frakland)

Besti spælari (Golden Ball): Lionel Messi (Argentina)

Besti málverji (Golden Gloves): Emiliano Martinez (Argentina)

Besti ungi spælari (21 ella yngri)Enzo Fernandez (Argentina)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2022

57 Leygardagur 24. desember 2022

Kroatia vunnið sær HM-heiðursmerki á triðja sinni

Fyri lutfalsliga lítlu fótbóltstjóðina av Balkan er talan um megnar avrik. Leygardagin vunnu kroatar 2-1 á Marokko í søguligum bronsudysti

Kroatar fegnaðust um enn eitt HM-heiðursmerki (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var fyrstu ferð, at eitt afrikanskt lið spældi um eitt heiðursmerki í einum HM-endaspæli. Tað eydnaðist tó ikki Marokko at basa Kroatia, sum fyri aðru ferð í sínari lutfalsliga stuttu HM-søgu hevur vunnið ein bronsudyst.

Tað gjørdi liðið hjá Zlakto Dalic við 2-1 sigri í bronsufinaluni. 20-ára gamli miðverjin, Josko Gvardiol, ið fekk eitt størri altjóða gjøgnumbrot í endaspælinum, legði Kroatia á odda longu í 7. minutti eftir eina smarta frísparkssamanseting, har Ivan Perisic legði bóltin inn fyri málið við høvdinum.

Bert tveir minuttir seinni átti Marokko fríspark. Innleggið frá Hakim Ziech rakti ein kroata í høvdið, og bólturin stakk til Achraf Dari, ið javnaði.

Mislav Orsic átti seinasta orðið í fyrra hálvleiki, tá hann úr spískum snúraði bóltin inn umvegis longra stólpan. Hetta málið gjørdist avgerandi. Í seinna hálvleiki var týðiligt, at liðini manglaðu nakað av orku. Tað mest áhugaverda, ið hendi afturat var kanska, at bæði liðini vildu hava brotsspark, og serliga teir Marokko - ið jú veruliga tørvaðu eitt mál - kendu seg snýttar av dómaranum, sum var úr Katar.

[object Object]
Modric og Dalic - stjørnuleikarin og venjarin endaðu við silvuri seinast. 37-ára gamli Luka Modric segði eftir dystin, at hann ikki ætlar sær at gevst á landsliðnum enn (Mynd: EPA)
 

Hetta hjálpti tó ikki, og kroatar fingu bronsuheiðursmerki. Hetta var sættu ferð, at Kroatia var við til eitt HM-endaspæl - tríggjar ferðir er liðið farið avstað við einum heiðursmerki. Hetta er sera flott; serliga fyri eitt land, ið hevur undir fýra milliónir íbúgvar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2022

58 Leygardagur 24. desember 2022

Hoyvíkskvinnur spæla báðar dystirnar í Spania

Tað var tann fíggjarliga skilabesta avtalan, sigur H71

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kvinnurnar hjá H71 spæla báðar dystirnar í Evropa Cup á útivølli í La Guardia, Spania.

Tað er nú greitt, nú H71 og spanska felagið Club Balonman Atletico Guardes eru komin ásamt um at spæla báðar dystirnar í European Cup kappingini í Spania.

- Hetta var tann fíggjarliga skilabesta avtalan, og hóast vit altíð fyrst og fremmst ynskja at spæla heima, so mugu vit taka fíggjarlig atlit í sambandi við okkara altjóða luttøku.

H71 spældi seg í áttandapartsfinaluna 4. desember, tá tær við einari krútsterkari verju og nøkrum frálíkum einmansavrikum í álopspartinum megnaðu at hála sigurin í hús. H71 vann seinna dystin 29-24 og vann samanlagt 56-53.

- Vónirnar eru góðar, og liðið hjá okkum er longu farið í holt við at fyrireika seg saman við nýggja venjaratoyminum Simon Olsen og Djóna Gaard Joensen. Alexander Lein Martinsen heldur fram sum málverjavenjari hjá kvinnunum, skrivar H71 á heimasíðuni.

Sí eisini: Myndir: H71 - Slavia Praha

Fyrri dysturin verður spældur leygarkvøldið 14. januar klokkan 18 og seinni dysturin 15. januar, eisini klokkan 18.

Hoyvíkskvinnur fara úr Føroyum 12. januar og eru heima aftur 16. januar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2022

59 Leygardagur 24. desember 2022

Súsanna og Áslakur í Final4

Tað er nú greitt, hvørji donsk lið fara at luttaka í Final4 kappingini. Á liðunum eru Susanna Sólrunardóttir Ludvig og Áslakur Holm

 
SkrivaÐ:

Innsent

Tað er nú greitt, hvørji donsk lið fara at luttaka í Final4 kappingini. 

Danska Final4 kappingin er endaspælið í steypakappingini, har fýra kvinnulið og fýra manslið luttaka.

Brøndby VK og Susanna Sólrunardóttir Ludvig vunnu sum væntað fjórðingsfinaluna 3-0 ímóti VLI.

Saman við Brøndby hava ASV Elite, Holte IF og DHV Odense spælt seg til Final4 kappingina. Í hálvfinaluni skulu Brøndby og Súsanna leika ímóti DHV Odense, sum Brøndby fyrr í ár vann 3-0 ímóti í landskappingini.

VK Vestsjælland og Áslakur Holm vunnu fjórðingsfinaluna 3-1 ímóti Amager VK2 og leiktu seg harvið í Final4. Hesin sigurin var eisini væntaður, tí mótstøðuliðið var 2. liðið hjá Amagar VK, har Tróndur Høgnason Hansen annars leikar.

Hini liðini, sum rukku endaspælið saman við VK Vestsjælland eru Nordenskov UIF, Marienlyst-Fortuna Volley og Gentofte Volley. Í hálvfinaluni skulu VK Vestsjælland og Áslakur leika ímóti Gentofte Volley. Fyrsti landskappingardysturin millum hesi liðini, sum varð leiktur fyrst í oktober endaði við 3-2 sigri til Gentofte.

Final4 verður leikt í Aarhus 3-4 februar 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2022

60 Leygardagur 24. desember 2022

Ítróttafagnaðurin verður 4. februar

ÍSF skipar á hvørjum ári fyri tiltakinum, ið hevur til endamáls at seta sjóneykuna á føroysk ítróttafólk, umframt fólk og feløg sum annars virka í føroyska ítróttaheiminum. Freistin at senda tilnevningar er sunnukvøldið 1. januar

Tey, ið vunnu heiðrarnar í fjør
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Íðkarar, serliga úrvalsíðkarar, hava dreymar um at standa ovast á tindunum. At røkka hesum krevur hart, miðvíst arbeiði, umframt nógva tíð, orku, og stórt yvirskot. Á ÍtróttaFAGNAÐINUM skulu finnast ítróttafólk ella úrvalsíðkarar til heiðurslønirnar ÍtróttaNAVNIРog 
ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ.

Stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, skal eisini virðismetast, og heiðurslønin ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 
verður latin til ein virknan felagsskap, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

Ársins ÍtróttaÁTAK verður latið einum persóni, felagi, sambandi ella øðrum, sum í árinum hevur tikið stig til eitt átak, ið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum á serstakan hátt.

Felagsítrótturin hevur øll við og skapar eina savningarmegi, sum hevur stóran týdning fyri alt samfelagið Uttan øll tey sum brúka sína frítíð ólønt at arbeiða fyri ítróttin, ber als ikki til. Eldsálirnar hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru eldsálirnar, sum leggja ómetaliga orku í arbeiðið, so at ítróttarfeløgini kunnu virka.

Heiðurslønin ÍtróttaFYRIMYNDIN 
verður latin einum íðkara, venjara, liðleiðara, nevndarlimi ella øðrum, ið tekur ítróttin í álvara, og sum er fyrimynd hjá hinum við sínum jaligum hugburði, bæði til venjing og kapping.

Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt.

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2022 verður leygarkvøldið 4. februar 2023 í Norðurlandahúsinum, og KVF sendir beinleiðis frá tiltakinum klokkan 20.

Freistin at senda tilnevningar er sunnukvøldið 1. januar á midnátt. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2022

61
Leygardagur 24. desember 2022

Gleðilig jól

Blaðið Vikuskifti ynskir øllum sínum lesarum og viðskiftafólki eini gleðilig jól

(Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

-

  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2022

62 Leygardagur 24. desember 2022

Nógvar hugtakandi kavamyndir

Nógvur kavi kom niður farna vikuskiftið - lesarar hjá Portalinum vórðu raskir at senda okkum myndir

Mykines (Mynd: Oda Wilhelmsdóttir Andreasen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farna vikuskiftið kom nógvur kavi niður, og Portalurin heitti á lesarar sínar um at senda myndir inn.

Langt oman fyri 100 myndir komu inn. Myndirnar kunnu síggjast her

Herundir er eitt úrval av myndunum.

[object Object]
Fuglafjørður (Mynd: Diana Hansen)

[object Object]Skála (Mynd: Bergur Didriksen)

[object Object]
Leirvík (Mynd: Beinir Justinussen)

[object Object]
Klaksvík (Mynd: Hjaltur Poulsen)

[object Object]
Mykines (Mynd: Oda Wilhelmsdóttir Andreasen)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2022