Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 31. desember 2022 | Nr. 53 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Gott nýggjár!

SíÐa 39

1 Leygardagur 31. desember 2022

Góðan lesihug og gott nýggjár

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 - eisini nýggjársaftan

Oddagrein

Blaðdeyðin ein veruleiki

Blaðdeyðin stendur fyri durðum.

Hesa hóttanina hava vit hoyrt so oftani. Nú er okkurt, sum týðir uppá, at blaðdeyðin er vorðin veruleiki.

Í vikuni bórust tíðindini um, at Dimmalætting enn einaferð hevur givið upp í kappingina móti serliga Sosialinum. Og at og feløgini, sum hava rikið bløðini, nú hava hava gjørt av at leggja virksemið saman. Sosialurin heldur í nýggja árinum fram sum nú, meðan Dimmalætting fyribils gevst við prentaðu útgávunum, meðan bíðað verður eftir, hvørjar ætlanir nýggja landsstýrið hevur viðvíkjandi privatu tíðindamiðlunum.

Staðfest verður, at Dimmalætting ikki kann halda áfram sum prentað blað uttan rakstrarstuðul frá tí almenna, er helst er tað eisini  bert ein spurningur um tíð til at Sosialurin, einasta blað, ið er eftir, kemur til somu niðurstøðu.

Nú er tað einaferð so, at tað eru fleiri ár liðin síðan, at vit í Føroyum mistu “dagspressuna” – altso prentað bløð við tíðindum/nýggjheitum. Hesi seinastu árini, og serliga síðan bløðini máttu av landinum at prentast, hava tey ikki verið tíðindaberar, men meira eitt slag av tíðarritum – magasinum – við samrøðum, bakgrundslesnaði, undirhaldi og tilfari, ið ikki er tengt av leypandi tíðindameldrinum.

Dagsaktuellu tíðindini hava verið borin á netinum.

Hvat nú fer at henda við føroyska tíðindaheiminum, er í løtuni ikki so lætt at spáa um.

Í nývorpna samgonguskjalinum stendur: “Miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast. Miðlastuðulsskipanin skal stuðla undir hetta”.

Tað er sjálvandi hetta, sum stjórin í Miðlahúsinum sipaði til, tá hann í tíðindaskrivinum í vikuni skrivaði, at tey bíðaðu eftir landsstýrinum áðrenn avgerð varð tikin um at geva Dimmalætting útaftur.

Hann hevur rætt í, at miðlastuðulsskipanin ikki hevur virkað eftir ætlan, og slett ikki hetta seinasta árið. Fyrstu árini varð miðlastuðul latin sum rakstrarstuðul, nakað, ið kom væl við hjá flestu føroysku miðlunum, skilst. Men hetta seinasta árið, er bróðurparturin av hesum stuðuli latin til verkætlanir, og bleiv til ein ‘poddvarps-stuðul’, sum stjórin í Miðlahúsinum tók til.

Í dag kunnu vit staðfesta, at kanska hava miðlarnir fingið nakrar fáargóðar søgur at fortelja, men tað er ein sannroynd, at journalistikkurin í føroysku miðlunum ikki er hækkaður nevnivert hetta tíðarskeiðið, sum annars var ætlanin við broytingini í miðlastuðulsskipanini.

Tí hevði tað verið gott, um politiska skipanin tók ætlanina í samgonguskjalinum í álvara og setti seg niður og oðraði ein miðlapolitikk – eina politiska ætlan fyri, hvussu skipanin ynskir, at føroyska miðlalandslagið skal síggja út.

Avleiðingin við einum slíkum arbeiði er sjálvandi, at tað gongur upp fyri politikararnar, at góður journalistikkur, ið er uppbyggjandi og neyðugur fyri fólkaræðið, kostar. Kostar nógvar pengar.

Miðilin, ið tú – kæri lesari – lesur í her, kallað vit fyri eitt blað. Men Blaðið Vikuskifti er ikki eitt blað. Kortini valdu vit at kalla hetta fyri ‘blaðið’ júst tí, at tað er nakað serligt við einum blað, tá tað snýr seg um lesnað og tíðindi.

Men tíðin hjá prentaða tíðindamiðlinum er farin. Allur trafikkurin er fluttur út á netið – út í tykisheimin – og verður verandi har. Tíðin við prentaðum tíðindum á pappíri, kemur aldrin aftur.

Við hesum døpru staðfestingum, fara vit at ynskja lesarum hjá Blaðnum Vikuskifti og øllum øðrum eitt gott nýggjár við tøkk fyri tað brátt farna.

Komandi leygardag fara vit undir fjórða árgang av hesum blað.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2549

    Lisnar síður: 6028

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 31. desember 2022

Eingin fíggjarlóg orsakað av løgtingsvalinum

Løgtingsval var 8. desembur 2022. Við verandi skipan hevur tað við sær, at eingin fíggjarlóg er galdandi eftir nýggjár. Verður næsta løgtingsval til vanliga tíð, so verður heldur eingin fíggjarlóg, tá vit koma inn í 2027

Løgtingsval er ein neyðugur partur av okkara fólkaræðisligu skipan. Men tað kann koma soleiðis fyri, at tað órógvar aðrar partar av skipanini (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Stýrisskipan Føroya hevur sum meginreglu, at fíggjarlóg altíð er galdandi. Landið kann í grundini ongar útreiðslur hava og heldur ikki krevja skattir inn, uttan at heimild er fyri tí í einari galdandi fíggjarlóg.

Eru útlit til, at løgtingið ikki megnar at samtykkja eina fíggjarlóg áðrenn fíggjarárið byrjar, so skal landsstýrið leggja uppskot um bráðfeingis játtanarlóg. Hon skal so vera galdandi fyribils, til ein verulig fíggjarlóg seinri er samtykt og kemur í gildi.

Tað stendur í galdandi stýrisskipan frá 1994, og tað stóð eisini í stýrisskipanini frá 1948.

Uppskot til fíggjarlóg fyri 2023
Uni Rasmussen, táverandi fíggjarmálaráðharri, legði uppskot um fíggjarlóg fyri tingið áðrenn 1. oktobur, soleiðis sum skipanin krevur. Sambært stýrisskipanini eru avsettir tríggir mánaðir bara til tingviðgerðina av eini fíggjarlóg.

Tingviðgerðin steðgaði tó upp fyribils, tá ið val varð útskrivað til fólkatingið. Siðvenja er, at tingarbeiði ikki fer fram, meðan valstríð er. Orsøkirnar eru m.a. at valstríð ikki skal førast í tinginum, og at valstríðið eisini kann ávirka tingarbeiðið.

Í Føroyum varð valið hildið 31. oktobur. Eftir tað skuldi tingið taka arbeiðið við fíggjarlógini uppaftur.

Kreppa kom í tásitandi landsstýrissamgongu. Jenis av Rana, uttanríkis- og mentamálaráðharri og formaður Miðfloksins, varð koyrdur frá 8. novembur, og Miðflokkurin tók seg úr samgonguni sama dag.

Í Føroyum hava vit siðvenju fyri meirilutasamgongum. Tí vóru eingi útlit til, at tað fór at bera til at samtykkja eina fíggjarlóg fyri 2023. Longu dagin eftir kunngjørdi Bárður á Steig Nielsen, táverandi løgmaður, at nýval til løgtingið fór at vera 8. desembur.

Tó bleiv ein sonevnd bráðfeingis játtanarlóg samtykt. Hon fær fyribils gildi á nýggjárinum, og verður galdandi, til ein verulig fíggjarlóg kemur í staðin.

Nýtt løgting og eingin fíggjarlóg
Eftir løgtingsvalið hava samráðingar verið um nýggja landsstýrissamgongu. Tær komu á mál beint áðrenn nývalda tingið skuldi koma saman.

22. desembur kom nýggja tingið saman at velja tingformann og tríggjar næstformenn. Løgmaður varð eisini valdur. Samgonguskjal, býti av málsøkjum og nýggj landsstýrisfólk vóru kunngjørd á tíðindafundi beint undan tingfundinum.

Tá nýggja tingið kom saman duttu øll tingmál burtur. Eisini fíggjarlógin fyri 2023. Ein hin mest átrokandi uppgávan hjá nýggju samgonguni verður tí at samtykkja eina fíggjarlóg sum skjótast.

Situr nýggja samgongan alt skeiðið, og val verður aftur til vanliga tíð, so verður løgtingsval umleið 8. desembur 2026. Tað fer so av sær sjálvum at føra til, at eingin fíggjarlóg verður galdandi 1. januar 2027.

Fíggjarpolitiskt regluverk
Tað, at eitt løgtingsval tíðliga í desembur ger, at mann onga fíggjarlóg hevur 1. januar, leggur upp til, at næsta løgtingsval kann vera eitt sindur fyrr. Tí so slepst undan tí trupulleikanum næstu ferð. Men tað forðar so ikki fyri, at sami trupulleiki hendur aftur einaferð í framtíðini.

Í samgonguskjalinum er m.a. avtalað, at skil skal fáast á fíggjarstýringina, og at samgongan skal taka stig at tryggja langtíðarjavnvágina í búskapinum. Mann vil gera langtíðar- og løguætlanir. Í tí sambandi verður nevnt, at mann vil gera eitt sonevnt fíggjarpolitiskt regluverk.

Serliga Framsókn hevur havt tað frammi bæði í valstríði og í løgtinginum, at tað mann eigur at gera eitt sonevnd fíggjarpolitiskt regluverk. Endamálið við einum slíkum er at skipa inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna fyri at styrkja fíggjarstýringina og koma burtur frá afturvendandi meirnýtslu. Onnur endamál kunnu vera at skipa fyri konjunkturpolitikki og at samskipa fíggjarpolitikk hjá landi, kommunum og almennum grunnum.

Víst verður til frágreiðingar hjá Búskaparráðnum, har mælt verður til at gera slíkt fíggjarpolitiskt regluverk. Okkurt líknandi er eisini at finna í Hvítbubók frá 1999 og Visjón 2015 frá 2007.

Arbeiðið við einum møguligum fíggjarpolitiskum regluverki kundi verið eitt gott høvi at viðgjørt spurningin um, hvussu farast skal fram, tá løgtingsvalið órógvar arbeiðið at gera fíggjarlóg.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2022

3 Leygardagur 31. desember 2022

Soleiðis býta tey málini millum sín

Kunngerðin um hvussu málsøkini nágreiniliga verða býtt millum landsstýrisfólkini varð lýst 22. desember

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í kunngerð frá 22. desember, fyrsta kunngerðin, sum Aksel V. Johannesen skrivaði undir sum løgmaður á hesum sinni, sæst hvussu tey nýggju landsstýrisfólkini býta málsøkini millum sín.

[object Object]

Umframt at vera løgmaður, hevur Aksel V. Johannesen eisini yvirtøkumál undir sær og umsitur yvirskipaðu viðurskifti Føroya mótvegis Danmark.

Somuleiðis umsitur løgmaður eigarapolitikkin hjá landinum, og hevur í hesum sambandi heimildir mótvegis hesum fyritøkum: Pf. BankNordik, Pf. Elektron, Pf. Eystur- og Sandoyartunlar, Pf. Føroya Lívstrygging, Føroyagrunninum frá 1971, Pf Norðoyartunnilin, Norðuratlantsbryggjuni (vinnurekandi grunnur), Pf. Smyril Line, Pf. Suðuroyartunnilin og Pf. Vágatunnilin.

[object Object]

Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum umsitur alimál, búnaðarmál, einkarætt, ferðavinnu, handilsmál, jarðfrøði, kolvetni, merki, mynstur, nettrygd, oljumál, samskiftismál, sjóvinnumál, tónleikavinnu, tryggingarmál, veterinermál, vinnufeløg og vinnumál.

Hann hevur eisini “um hendur”, sum tað kallast, uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk.

Harumframt hevur hann heimildir landsstýrisins mótvegis: Búagrunninum, Pf. Fiskaaling, Framtaksgrunninum og Pf. Visit Faroe Islands. Hann hevur yvirskipaða eftirlitið og heimild at geva tænastuboð til hesar stovnar: Búnaðarstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Jarðfeingi, Sjóvinnustýrið (Skipaskrásetingin, FAS og Skipaeftirlitið) og Vinnustovnurin, heruppií Fjarskiftiseftirlitið, Posteftirlitið, Skráseting Føroya, tó ikki útlendingastovan.

[object Object]

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum umsitur almannaveitingar, antikvariska serskipan fyri Koltur, eldramál, fólkapensjónsgjøld úr landskassanum, ítróttarmál, javnstøðumál, kirkjumál og onnur trúarsamfeløg (tó ikki, hvussu kirkjubókaførandi sóknarprestar skulu skráseta í kirkjubókini sambært navnalógini), kringvarpssendinet, loftmiðlamál, mentamál, serforsorgarmál (tó ikki viðvíkjandi børnum og ungum), stovnar og fyriskipanir innan almannaøkið. Landsstýriskvinnan  tekur sær av miðsavnandi uppgávuni sambært Sáttmála Sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Hon hevur heimild landsstýrisins mótvegis hesum stovnum: Dugni, Hjálpargrunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn, Kirkjubømúragrunnurin, Klaksvíksgrunnurin, Kringvarpi Føroya, Listasavni Føroya, Orðabókagrunninum, Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark, Sjóndepilin og Stiftsstjórnin.

Sirið Stenberg hevur eisini yvirskipaða eftirlitið við hesum sjey stovnum og heimild at geva teimum tænastuboð: Almannaverkið (tó ikki viðvíkjandi serligum viðurskiftum hjá børnum og ungum), Almannamálaráðið, Landsbókasavnið, Tjóðsavnið og Tjóðskjalasavnið.

[object Object]

Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum umsitur avgjøld o.a, avtalur við fakfeløg um sáttmálar og avtalur fyri størv hjá landinum, búskaparmál, fíggjarmál hjá landi og kommunum, hagfrøði, innheinting av almennari skuld, lønarviðurskifti og setanarviðurskifti, ráðgevur øðrum landsstýrismonnum í arbeiðsrættarligum og setanarrættarligum spurningum, samferðslumál, skatt, starvsfólkapolitikk, stuðul o.l., talgilding, tvungnar reglur um eftirlønaruppsparing og útgjald. Eisini umsitur hon kunningartøkni og fastar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrisfólki.

Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum útvegar KT-undirstøðukervi, felags nýtsluskipanir og standardforrit, sum fyrisitingarligar eindir hjá landinum kunnu fáa atgongd til. Hon hevur heimildir landssýrisins mótvegis einum finnurekandi felag: Pf. Tjaldur, (hvørs lutur landskassans er settur til sølu, -red.)

Landsstýriskvinnan hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur, í førum har lóggávan loyvir tí, heimild at geva teimum tænastuboð: Fíggjarmálaráðið, Føroya Gjaldstova, Hagstova Føroya og TAKS (Toll- og Skattstova Føroya).

[object Object]

Margit Stórá, landsstýriskvinna við við heilsumálum umsitur apoteksverkið, fyribyrgjandi heilsutiltøk, heilsugranskingarmál, ráð og nevndir innan heilsuøkið, rúsevnismisnýtslu, sinnissjúk, sjúkrahúsverkið, stovnar og fyriskipanir innan heilsuøkið, tilbúgving á heilsuøkinum og tubbaksmál.

Hon hevur heimildir landsstýrisins mótvegis: Blákrossheiminum, Heilbrigdi, Hvíldarheiminum Naina og Viðgerðarstovninum Frælsi.

Harafturat hevur hon yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð: Apoteksverkið, Fólkaheilsustýrið, Heilsumálaráðið, Heilsutrygd (heruppií kommunulæknar, men ikki Gigni), Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið (heruppií sjúklingahotellið Tórshavn) og Suðuroyar Sjúkrahús.

[object Object]

Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum umsitur bjarging, búnaðarmál, busskoyring, farmakoyring, ferjulegur, ferjur, ferðslumál, fiskirannsóknir og -gransking, fiskiveiðueftirlit, fiskivinnumál, hvalamál, landshavnir, landsvegir, inntøkutrygd fiskimanna, tilbúgving, trygd, tyrlupallar, ráðgevur viðvíkjandi flogvøllum og veðurtænastu.

Hann hevur heimildir landsstýrisins mótvegis: Ráðnum fyri ferðslutrygd.

Hann hevur hartil yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð: Akstovan (Bileftirlitið), Arbeiðs- og brunaeftirlitið (tó bert viðvíkjandi samskipan í tilbúgvingarmálum), Fiskimálaráðið, Havstovan, Landsverk, Strandfaraskip Landsins og Vørn.

[object Object]

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum umsitur dagstovnar, fólkaskúlamál, serforsorgarmál (tó bert viðvíkjandi børnum og ungum), vinnu- og miðnámsskúlamál og vísinda- og granskingarmál.

Hann hevur heimildir landsstýrisins mótvegis: Brúgvin - eftirskúlin í Skálavík, Frískúlanum í Havn, Frískúlanum, Keldan, Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Eftirskúla, Føroya Fólkaháskúla, Háskúlanum í Nesvík, Háskúlanum í Suðuroy, Húsarhaldsskúla Føroya, Lítliskúli og Tekniska Skúla í Klaksvík

Hartil hevur hann yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð: Øllum fólkaskúlum í landinum, Almannaverkið (tó bert viðvíkjandi serligum viðurskiftum hjá børnum og ungum, Glasir, Granskingarráðið, Heilsuskúli Føroya, Heilsutrygd (tó bert viðvíkjandi Gigni), Miðnám á Kambsdal (heruppií HF skeiðið í Klaksvík), Miðnám í Vestmanna, Miðnámsskúlin í Suðuroy, Musikkskúlin, Nám, Sernám, Sjónám, Skúlatilboð til ung við breki, Skúlin á Trøðni, Studni, Undirvísingarstýrið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Vinnuháskúlin, herundir Trygdardepilin og Yrkisdepilin.

[object Object]

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum umsitur arbeiðsmarknaðarmál, arbeiðsumhvørvismál, brunaumsjón, bústaðarmál, byggimál, elveitingarmál, kavaramál, kort- og landmátingarmyndugleika, lendisskipan, matrikulering og sundurbýti, náttúrumál, orkumál, skógarmál, sundurbýti, tinglýsing, umhvørvismál, útskifting, vanlukkutryggingarmál og veðurlagsmál. Hon hevur eisini heimildir landsstýrisins mótvegis: Bústaðir (Húsalánsgrunnurin).

Ingilín D. Srtøm hevur eisini yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð: Arbeiðs- og brunaeftirlitið (tó ikki viðvíkjandi samskipan í tilbúgvingarmálum), Umhvørvisstovan (tó bert viðvíkjandi teimum málsøkjum, ið liggja hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum).

[object Object]

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður við lógar- og innlendismálum umsitur fólkayvirlit, integratiónsmál, kommunumál (tó ikki inntriv mótvegis kommunum vegna landsbúskapin og kommunalútjavning), kærumál, løgmál, navnamál (heruppií eisini, hvussu kirkjubókaførandi sóknarprestar skulu skráseta í kirkjubókini sambært navnalógini), norðurlandamál, persóns-, húsfólka- og arvarætt, persónsupplýsingarmál, nettrygdarmál, tilbúgving, trygd, útjaðaramál, og ráðgevur øðrum landsstýrismonnum í lógartekniskum spurningum.

Hann hevur eisini heimildir landsstýrisins mótvegis hesum feløgum: Spf. Ítróttarvedding, Pf. Atlantic Airways, Pf. Føroya Tele, Pf. Vága Floghavn og Pf. Postverk Føroya.

Landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð: Arbeiðs- og brunaeftirlitið (tó bert viðvíkjandi samskipan í tilbúgvingarmálum), Familjufyrisitingin, Føroya Kærustovni, Rúsdrekkasøla Landsins, Umhvørvis- og innlendismálaráðnum (tó ikki teimum málsøkjum, ið eru hjá landsstýriskvinnuni við umhvørvis- og orkumálum), Umhvørvisstovan (tó bert viðvíkjandi teimum málsøkjum, ið liggja hjá landsstýrismanninum við lógar- og innlendismálum, Vinnustovnurin (tó bert viðvíkjandi útlendingastovuni).

Landsstýrismaðurin við lógar- og innlendismálum hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um, hvussu uppskot til løgtingslógir, ríkislógir, kunngerðir, uppskot til samtyktar, rundskriv og leiðbeiningar skulu verða sett upp og eftirkannað.

Kunngerðin í fullum líki kann lesast her   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2022

4 Leygardagur 31. desember 2022

Sosialurin og Dimmalætting leggja virksemið saman

Bløðini halda fram hvørt sær. Dimmalætting bíðar tó til nýggja landsstýrissamgongan er komin við útmelding av hvat hendir við miðlastuðlinum. Núverandi stuðulsskipan forðar fyri blaðútgávu, verður sagt

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Avtala er gjørd millum eigararnar av Dimmalætting og Sosialinum um at leggja virksemið hjá báðum miðlunum saman frá 1. januar 2023 at rokna.

Tó so verða miðlarnir framvegis hvørsín miðil óheftir hvør at øðrum og við hvør sínum blaðstjóra.

Sosialurin kemur út enn sum áður eina ferð um vikuna við Vikuskiftis Sosialinum, og eina til tvær ferðir um mánaðin við blað, sum verður borið í hvørt hús. Og heimasíðan in.fo heldur fram sum higartil.

Í fyrstu atløgu verður longri ímillum tær prentaðu útgávurnar av Dimmalætting. Bíðað verður eisini eftir, hvat nýggja landsstýrið ætlar við miðlastuðlinum. Sambært samgonguskjalinum, so ætlar nýggja samgongan, at miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast, og at miðlastuðulsskipan skal stuðla undir hetta.

Tá lógin um miðlastuðul varð broytt í fjør, var grundarlagið fyri blaðútgávu í Føroyum skert, og nú verður ein seinasta roynd gjørd fyri at fáa raksturin av geva avkast, soleiðis at til ber at geva tíðindabløð út við at leggja virksemi saman fyri tvey tey størstu bløðini í Føroyum. Tá ið nýggja landsstýrið hevur boðað frá sínum ætlanum fyri miðlastuðulinum, verður støða tikin til, hvussu nógvar blaðútgávur verða í framtíðini.

Tað er neyðugt at fáa lógina um miðlastuðul aftur á beint, tí sum nú er gevur skipanin ikki grundarlag fyri at geva bløð út, tí hon eggjar til at bløðini skulu gera annað tilfar enn siðbundið blaðtilfar, sum er kjarnuvirksemi hjá bløðunum. Tí er verandi skipan við til at niðurlaga blaðútgávu í Føroyum.

Dimmalæting á netinum heldur fram á dimma.fo, har tilfar verður lagt út til haldarar hvønn dag.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2022

5

Størv

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024
6 Leygardagur 31. desember 2022

Ein fongur fyri IRF

Í heyst fekk Magnus Vatnhamar Olsen handað blómutyssi fyri at hava starvast hjá IRF í meira enn 20 ár. Magnus ger eitt megnar arbeiði í endurvinningarhøllini hvønn dag, har hann skilir plast, papp og pappír, og annars heldur høllina ruddiliga og reina

Magnus Vatnhamar Olsen hevur starvast hjá IRF í meira enn 20 ár (Mynd: IRF)
SkrivaÐ:

Innsent

37 ára gamli leirvíkingurin er við sínum lætta lyndi ein fongur fyri IRF, og bæði leiðsla og starvsfólk fegnast um at hava hann sum starvsfelaga.

Yrkisleiðin hjá Magnusi er eitt frálíkt dømi um, hvussu eitt tillagað starv kann skipast sum eitt samstarv millum tey avvarðandi, arbeiðsplássið og Almannaverkið. Eitt samstarv, sum foreldur Magnusar av fyrstan tíð tóku stig til, og eitt samstarv sum hevur riggað í meira enn 20 ár.

Byrjaði við starvslæru hjá IRF
Tá Magnus var liðugur við 7. flokk í Leirvíkar skúla, og floksfelagar hansara fóru til Fuglafjarðar at ganga í framhaldsdeild, var tíðin komin til at finna eina aðra loysn til Magnus.

Mamman, Eyðvør Vatnhamar, setti seg í samband við IRF fyri at hoyra, um tað var møguligt hjá Magnusi at koma í starvslæru úti á Hagaleiti. Hugskotið varð væl móttikið av bæði leiðsluni hjá IRF og av stuðlunum, sum Magnus hevði í skúlanum.

Starvslæran varð soleiðis skipað, at ístaðin fyri at fara í skúla, fór Magnus út í endurvinningarhøllina, og stuðlarnir hjá honum skiftust til at koyra hann og vera til arbeiðis saman við honum. Trúgvu stuðlarnir hjá Magnusi hesi árini vóru Lena Jacobsen, Símun Berg og Dánjal Eysturstein.

Saman við IRF-starvsfólkunum, lærdu stuðlarnir Magnus um burturkast og skiljing, og tað vísti seg skjótt, at hetta arbeiðið hóskaði sera væl til Magnus.

Starvslæran bleiv til eitt fast starv
Magnus var í starvslæru í 8. og 9. flokki, og hetta hilnaðist so mikið væl, at Magnus fekk bjóðað fast starv hjá IRF eftir hetta. 

- Tað hevur passað so ótrúliga væl hjá Magnusi, tí hann hevur havt nógv fólk rundan um seg, sum vóru rúmlig og vístu vælvild, greiðir Eyðvør frá. 

- Arbeiðið hjá Magnusi hevði ikki verið til, um ikki arbeiðspláss, starvsfelagar, skúli og stuðlar ikki vóru so lagalig og umsorganarfull.

Eyðvør leggur tó eisini afturat, at fyri at fáa tílík samstørv í lag, mugu tey avvarandi duga at síggja møguleikar og loysnir. Tað er eisini týdningarmikið, at tey avvarðandi eru nøgd við tað, sum letur seg gera, og at man viðurkennir, at t.d. arbeiðsmøguleikar og løn avspeglast av, at talan er um eitt tillagað starv.

Fleiri áttu at umhugsað tillagaði størv
Um tú spyrt Eyðvør, so er eingin ivi. Hon er sannførd um, at fleiri arbeiðspláss í Føroyum áttu at umhugsað at bjóða okkurt slag av tillagaðum starvi, tí bæði tann, sum fær starvið, og arbeiðsplássið sjálvt fáa nógv burturúr slíkum samstørvum.

Sjálv er hon stjóri í Bovlinghøllini í Leirvík, og eisini har hava tey seinastu 11 árini havt eitt starvsfólk í tillagaðum starvi. Nógv teirra, ið hava tørv á slíkum størvum, hava nógvar góðar eginleikar og kunnu røkja alskyns praktiskar og handaligar uppgávur til fulnar.

[object Object]Magnus arbeiðir í endurvinningarhøllini hjá IRF (Mynd: IRF)

Stór persónlig menning
Tá ið Magnus byrjaði á Hagaleiti, var hann ein smæðin og sera friðarligur drongur, men persónliga menningin av honum hevur sambært mammuni verið ómetaliga stór. Hann er nú ábyrgdarfullur og meira sjálvbjargin. Eyðvør koyrir hann til arbeiðis hvønn morgun, og síðani er tað ein av starvsfeløgunum, ið koyrir hann til hús aftur.

Arbeiðið úti hjá IRF hevur alstóran týdning fyri Magnus, tí tað gevur honum ein innihaldsríkan og meiningsfullan gerandisdag. Hann fer glaður upp til arbeiðis hvønn morgun, hann hevur nógv vinfólk á arbeiðsplássinum, og hann hevur altíð nógv at greiða frá, tá hann kemur til hús.

- Eg havi tað ordiliga gott hjá IRF. Mær dámar væl allar arbeiðsuppgávurnar, men tað besta er at vera á gólvinum og taka mær av plastposunum og teimum hvítu posunum, greiðir Magnus frá.

Ein raskur og trúgvur starvsfelagi
Magnus og Poul Samuelsen hava arbeitt saman øll árini, síðan Magnus byrjaði hjá IRF. Magnus røkir sítt arbeiði til fulnar í endurvinningarhøllini, og um tað manglar ein starvsfelagi, er hann altíð klárur at traðka til og hjálpa.

Seinastu árini hevur Magnus havt høvuðsábyrgdina av øllum tí bleyta, klára plastinum, sum kemur inn til IRF. Hann gongur sera høgt upp í, at plastið skal vera væl skilt og reint, tí tá letur tað seg best endurvinna, og tá loysir tað seg eisini best fíggjarliga fyri IRF at senda tað av landinum. Plast-uppgávuna tekur Magnus í størsta álvara, og Poul hevur tí til stuttleika útnevnt Magnus til at vera plast-ministarin hjá IRF.    

Umframt at vera arbeiðssamur, hevur tað eisini víst seg, at Magnus hevur eyga fyri at fanga ymiskt, sum eyðkennir starvsfelagar hansara, og hann dugir ómetaliga væl at herma eftir fólki. Hann ger tað altíð við einum serligum brosi í eyganum, og tað er mangan látur, tá ið Magnus hevur eina nýggja eygleiðing at vísa fram.

Umframt at Magnus hvønn dag ger eitt stórt arbeiði í endurvinningarhøllini hjá IRF, gevur hann eisini starvsfeløgum sínum nógv annað.

- Tað kann ikki lýsast við orðum, hvussu nógv Magnus hevur ríkað lívið hjá okkum í høllini, greiðir Poul frá og heldur fram: 

- Eg dugi ikki at síggja mín arbeiðsdag uttan Magnus. Tað er altíð hugaligt at koma til arbeiðis, tí Magnus er so fittur, jaligur og trúgvur sum fáur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2022

7 Leygardagur 31. desember 2022

Sløkkiliðið í Vestmanna hevði úr at gera

Vindurin var nógvur annan jóladag

(Mynd: Vestmanna sløkkilið)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nógvur vindur var kring allar Føroyar annan jóladag, og í Vestmanna hevði sløkkiliðið úr at gera við at fyribyrgja skaðum og bjarga ognum í nógva vindinum.

Út á seinnapartin kundu sløkkiliðs- og bjargingarmenninir endiliga koma á støðina aftur og fáa ein væl uppibornan kaffimunn, tá vindurin var slakaður nakað.

Talan var mest um smærri skaðar - takplátur, ryggásir og onkur vindskeið, ið hevði rivið seg leysa. Brúk var fyri bæði stigabili og krana fyri at bøta um og bjarga.

Eisini vóru  fleiri uppgávur at taka upp leysar lutir, sum hava fokið í vindinum.

Tí ljóðar áheitanin frá bjargingarfólkinum ennsum áður.

- Ruddið upp eftir tykkum, og latið ikki lutir liggja leysir, ið kunnu verða tiknir í vindinum.

Myndir: Vestmanna Sløkkilið og Birgir Waag Høgnesen 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Tóki Seloy, sløkkiliðsleiðari, og Jákup Martin á Válinum (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2022

8 Leygardagur 31. desember 2022

Annfinnur Garðalíð afturvaldur

Ingi Kerlok, Martin í Grund, Arnfinn Hansen og Jónsvein Lyngvej Poulsen eru nýggir í nevndini, og Elias Zachariassen heldur fram sum næstformaður. Hetta er greitt eftir ársaðalfundin hjá Føroya Skipara- og navigatørfelag

Annfinnur Garðalíð fer næsta ár undir sítt níggjunda ár sum formaður í Føroya Skipara- og navigatørfelag, har millum annað sáttmálasamráðingar eru á skránni (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Annfinnur Garðalíð fer næsta ár undir sítt níggjundi ár sum formaður í Føroya Skipara- og navigatørfelag. Hetta er greitt eftir ársaðalfundin, sum var í Havn mikudagin. 

Maðurin av Skálafjørðinum varð fyrstu ferð valdur í sessin fyri júst átta árum síðani - 29. desember 2014.

Øll hesi árini hevur Elias Zachariassen verið næstformaður - hann varð eisini afturvaldur í ár.

Á ársaðalfundinum stóðu seks nevndarlimir í ár fyri vali. Nevndin telur 11 fólk.

Ingi Kjærlokk, Martin í Grund, Arnfinn Hansen og Jónsvein Lyngvej Poulsen eru nývaldir í nevndina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2022

9
Leygardagur 31. desember 2022

1.168 pakkar til sjófólkið

Sjómanstrúboðarin hevur borið jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum umborð á 102 skip

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, rættir kokkinum á Tasilaq, Jens Larsen, jólapakkarnar (Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Eins og undanfarnu ár hevur Føroyska sjómansmissiónin latið jólapakkar til sjófólkið.

Jólapakkarnir eru komnir frá sjómanskvinnuringunum og øðrum, sum vilja gleða sjófólkið, og sjómanstrúboðarin hevur borið teir umborð á skipini.

Nú arbeiðið er liðugt, og talt er saman, kunnu vit upplýsa, at 1168 pakkar eru latnir umborð á 102 skip.  98 føroysk, 3 grønlandsk og 1 norskt.

Tá skipini eru býtt upp í bólkar, síggja tølini soleiðis út:

68 fiskiskip, 21 farmaskip, 11 frálandaskip og 2 vaktarskip.

Umleið 25 føroysk skip vóru burtur um jólini.

Sjómansmissiónin takkar hjartaliga sjómanskvinnuringunum og øðrum, sum hava latið pakkar til sjófólkið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2022

10 Leygardagur 31. desember 2022

Føroyskar fyritøkur í uppskoti til virðisløn fyri burðardygd

Átakið Burðardygt Vinnulív er tilnevnt eina edie Award 2023

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Burðardygt Vinnulív er í uppskoti til at vinna sonevnda edie Awards 2023. Talan er um bólkin, ið kallast ‘Partnership and Collaboration of the Year’.

Tað er bert eitt ár liðið, síðan 12 føroyskar fyritøkur fóru saman at arbeiða við byrðardyggu málunum undir heitinum ‘Burðardygt Vinnulív’, so síggja tað sum ein heiður at verða tilnevnd eina edie Award.

edie virðislønirnar verða latnir á einum haldi í Park Plaza London Westminster 30. mars 2023.

Hava minkað útlátið við 17 prosentum

Fyritøkurnar skriva soleiðis í tíðindaskrivi:

- Vit eru sera fegin um at fáa viðurkenning fyri úrslitini hjá okkum, nú bert eitt ár er liðið síðan vit fóru undir at arbeiða við burðardyggu málunum.

- Seinasta árið hava vit tilsamans minkað um okkara CO2 útlát við 17 prosentum, sum svarar til 2 prosent av samlaða føroyska útlátinum. Harumframt hava vit bundið okkum at seta í verk yvir 50 ymisk átøk, sum øll hava til endamál at minka um neiligu ávirkanina okkara virksemi hevur á umhvørvið. At enda hava vit sett í verk fyrsta føroyska leistin fyri, hvussu fyritøkur kunnu boða frá ESG tølum.

- Vit hava framvegis langt eftir á mál, men vit eru komin væl frá byrjan.

Burðardygt Vinnulív varð stovnað tí fyritøkurnar ynsktu at gerast meira burðardyggar, og við tí fatan, at bestu úrslitini verða rokkin við at arbeiða saman um felags mál.

Fyrrverandi løgmaður Føroya, Bárður av Steig Nielsen segði soleiðis um átakið: “Verkætlanin Burðardygt Vinnulív vitnar um áræðið og framskygni millum føroyskar fyritøkur, og hevur havt stóra ávirkan á føroyska hugburðin til grøna skiftið og burðardygd sum heild. Týdningarmest er, at verkætlanin óivað fer at elva til skynsamar politiskar avgerðir. Burðardygt Vinnulív var íblástur til Vakstrarforum undir Føroya Landsstýri, og serliga á frágreiðingina “Grønari Hinumegin,” sum hevur 42 tilmæli, og sum sannlíkt fer at mynda grøna skiftið í Føroyum komandi áratíggið.”

Tær tólv fyritøkurnar í Burðardyggum Vinnulívi eru: Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist og Vist, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, Pf. Poul Michelsen, SMJ og Vónin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2022

11 Leygardagur 31. desember 2022

Norrøna er nú í dokk í Danmark

Og skipið verður ikki í sigling aftur fyrrenn 21. januar

Norrøna fer ikki í sigling aftur fyrrenn 21. januar, tá silgt verður úr Hirtshals til Føroya (Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Norrøna endar 2022 og byrjar 2023 á sama hátt: Í dokk í Lindø, á Fjóni í Danmark.

Kringvarpið skrivar, at Norrøna ikki fer í sigling aftur fyrrenn 21. januar, tá silgt verður úr Hirtshals til Føroya.

Norrøna byrjar sína sigling úr Føroyum til Íslands aftur 20. mars 2023. Siglt verður heldur ikki til Íslands móti ársenda næsta ár.

Næsta ár eru 20 ár liðin, síðani hendan Norrøna fór í sigling. Fyri tveimum vetrum síðani fekk ferðamannaskipið umfatandi dagføringar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2022

12
Leygardagur 31. desember 2022

Asbjørn yvirtekur Ruth

Reiðaríið Asbjørn AS, sum seldi uppsjóvarskipið við sama navnið í summar, hevur nú keypt stóra uppsjóvarskipið Ruth fra Gullak Madsen

Ruth (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sum skilst hava reiðaríðini Asbjørn AS hjá familjuni Magnussen og Beinur AS hjá familjuni Tindskarð keypt alt virksemið frá Gullaki Madsen, sum tí nú gevst í fiskivinnuni eftir fleiri áratíggju. 

Sum Portalurin skilir tað, so verður Ruth nú nýggi Asbjørn, men kvoturnar vera býttar millum reiðaríðini Asbjørn og Beinur AS. 

Nær yvirtøkan verður, er ikki greitt enn, og heldur ikki hvat virksemið hjá Gullaki Madsen er selt fyri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2022

13 Leygardagur 31. desember 2022

Besta úrslit hjá Eikini nakrantíð

Pf. Eikin hevði í fjør 4,5 milliónir krónur í avlopi

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Møblasølan Eikin var stovnað í 1998 av Birgit og Gunnar Breckmann og Tummas Jákup Høj.  

Í dag er virksemið hjá Eikini vaksið munandi, og hevur umframt møblasøluna í ”Spinnaríðnum” á Argjum, eisini stóran handil og goymslu á Hjalla, har seingja- og gardindeild er, umframt at Eikin umboðar og selur teir vælkendu KVIK køkarnar.     

Pf. Eikin kundi á síðsta aðalfundi framleggja besta roknskap í søgu felagsins.  

Roknskapurin fyri 2021 hjá Eikini vísir, at bruttovinningurin øktist úr 10,8 milliónum í 2020 til 13,6 milliónir krónur í 2021, sum var ein vøkstur á heili 25,8 prosent. 

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt ebidta, var 5,4 milliónir krónur, sammett við 3,3 milliónir í 2020. Vøksturin í ebidta var tískil heili 2,5 milliónir krónur, ella 66 prosent. 

Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt avlop á 4,5 milliónir krónur sammett við 2,6 milliónir krónur í 2020. Vøksturin í ársúrslitinum var heili 73 prosent. 

Fíggjarjavnin hjá Eikini er øktur úr 29,6 milliónum í 2020 til 33,5 milliónir krónur í 2021.   

Støðisognirnar eru øktar úr 14,2 milliónum í 2020 til 16,1 milliónir krónur í 2021, har tað serliga er materiel støðisogn sum er vaksin við 1,7 milliónum

Ognir í umferð øktust úr 15,3 miliónum í 2020 til 17,5 milliónir krónur í 2021.  

Pf. Eikin er væl fyri fíggjarliga, har eginognin í 2021 var 18,8 milliónir krónur. Trygdarevnið er tískil 56 prosent, sum verður roknað at verða gott.   

Felagið hevur í 2021 útgoldið sína langfreistaðu skuld og tí onga langfreiðstaða skuld við árslok 2021.  

Stuttfreistaða skuldin øktist úr 13,3 milliónum krónum í 2020 til 14,7 milliónir krónur í 2021. 

Gjaldførið hjá Eikini var rímuliga gott, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 119 prosent í 2021. 

Samanumtikið var rakstrarúrslitið hjá Eikini í 2021 gott umframt at felagið bæði er fíggjarliga sterkt og hevur eitt rímuliga gott gjaldførið. 

Pf. Eikin eigur dótturfeløgini Spf. 1. August 2007 og Spf. Eikilund, sum eru fastognarfeløg. 

Høvuðspartaeigarar av Eikini eru Birgit og Gunnar Breckmann umframt Tummas Jákup Høj. 

Stjóri er Tummas Jákup Høj. Nevndarformaður er Birgit Breckmann.  

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2022

14 Leygardagur 31. desember 2022

Kappingarráðið góðkent yvirtøkuna hjá Elding

Í august varð boðað frá, at Elding hevði ætlanir um at yvirtaka Power-handilin í SMS, og Kappingarráðið hevur nú góðkent yvirtøkuna

Við yvirtøkuni av Power fer Elding at hava seks handlar (Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðst í august mánað varð boðað frá, at Elding yvirtekur Power, og harvið flytir ein part av sínum virksemi inn aftur í SMS.

Tá hevði Kappingarráðið tó enn ikki tikið støðu til yvirtøkuna, men tað varð gjørt hósdagin, og yvirtøkan er góðkent.

Á heimasíðuni hjá Kappingareftirlitinum verður sagt, at niðurstøðan hjá Kappingarráðnum m.a. er grundað á, at virksemið hjá Spf. Power Føroyar – uttan mun til um yvirtøkan varð noktað ella góðkend av kappingarmyndugleikanum - vildi steðga 1. januar 2023. Tí metir Kappingarráðið, at avleiðingin av at góðkenna yvirtøkuna undir verandi umstøðum ikki broytir kappingarstøðuna týðandi.

Tað var 26. august, at Kappingareftirlitið fekk fráboðanina um, at Spf. Elding ætlaði at yvirtaka Spf. Power Føroyar. Handilin í SMS verður sætti handilin hjá Elding.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2022

15 Leygardagur 31. desember 2022

Realkredittskuldin hjá føroysku húsarhaldunum er fýra milliardir

Donsk realkredittlán hava verið bjóðað føroyskum húsarhaldum síðani 2006, og tá var skuldin hjá føroyingum í donskum realkredittstovnum áleið 150 milliónir krónur tilsamans

Klingurstjørn, Argir (Mynd: Kringsýnismyndir / Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Donsk realkredittlán hava verið bjóðað føroyskum húsarhaldum síðani 2006. Í 2006 var skuldin hjá føroyingum í donskum realkredittstovnum áleið 150 milliónir krónur tilsamans. Í oktober 2022 var støddin á realkredittlánunum 4 milliardir krónur.

[object Object]

Myndin vísir stødd av skuld hjá føroyskum privatkundum í ávikavist føroyskum bankum og donskum realkredittstovnum frá 2000 til 2021.

Í 2000 var samlaða skuldin til føroyskar bankar nærum 4,8 milliardir krónur, og í 2021 var henda upphæddin umleið 9,2 milliardir. Lánsveitingin úr føroysku bankunum er sostatt nærum tvífaldað seinastu 20 árini. Donsk realkredittlán hava verið bjóðað føroyskum húsarhaldum síðani 2006. Í 2006 var skuldin hjá føroyingum í donskum realkredittstovnum áleið 150 milliónir krónur tilsamans. Í 2021 var støddin á realkredittlánunum 3,6 milliardir, sum síðani er vaksin enn meir, og var á leið 4 milliardir krónur í oktober 2022.

[object Object]

Myndin vísir talið av realkredittlánum býtt eftir stødd av láni. Í 2006 høvdu føroyskir kundar tilsamans 169 realkredittlán, og hetta talið er hækkað til 2.680 í 2021.

Í 2021 vóru 1.044 realkredittlán undir 1 millión krónur, meðan 1.087 realkredittlán høvdu eina stødd millum 1 og 2 milliónir krónur. Skuld í realkredittstovnum millum 2 og 3 milliónir vóru 463 tilsamans í 2021, og harafturat vóru 86 realkredittlán á eini stødd hægri enn 3 milliónir krónur.

Í 2011 vóru tað til samanbering einans fimm realkredittlán sum vóru omanfyri 3 milliónir krónur. Hetta skal síggjast í ljósinum av, at bústaðarprísirnir í Føroyum er øktur nógv seinastu árini.   


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2022

16 Leygardagur 31. desember 2022

Tey flestu verða rakt av rentuhækkingum

Útlánsrenturnar eru í miðal hjá føroysku bankunum øktar frá at vera 2,9 prosent í august til 3,23 prosent oktober 2022

 
SkrivaÐ:

Innsent

Í seinnu helvt av 2022 hava føroysku bankarnir hækkað útlánsrenturnar. Tey, ið verða rakt av rentuhækkingunum, eru tey, sum hava lán við broytiligari rentu. Lánini í føroysku bankunum hava øll broytiliga rentu og nærum 87 prosent av øllum lánunum tilsamans hjá føroysku húskjunum, hava broytiliga rentu.

Í seinnu helvt av 2022 hava føroysku bankarnir hækkað bæði innláns- og útlánsrenturnar; útlánsrenturnar eru í miðal hjá føroysku bankunum øktar frá at vera 2,9 prosent í august til 3,23 prosent oktober 2022 og sannlíkt er, at tær hækka meira komandi mánaðirnar.

Økt útlánsrenta merkir øktar rentuútreiðslur til bæði sethúsalán, billán og onnur nýtslulán.

Hækkar rentan við einum prosentstigi, veksa mánaðarligu rentuútreiðslurnar við umleið 800 krónur um mánaðin fyri hvørja millión krónur, ið ein skyldar. Tó merkir hetta ikki neyðturviliga, at mánaðarliga lánsgjaldið hjá tí einstaka hækkar 800 krónur fyri hvørja millión, tí hædd skal takast fyri m.a. rentustuðli og longd av afturgjaldstíð.

Tey, sum verða rakt av rentuhækkingunum, eru tey, sum hava lán við broytiligari rentu. Nærum 87 prosent av lánunum hjá føroysku húskjunum hava broytiliga rentu og 95 prosent av lánunum eru við avdráttum. Lánini í føroysku bankunum hava øll broytiliga rentu, og hesi verða tí beinleiðis rakt av rentuhækkingunum.

Realkredittlánini hava ymisk rentubindingartíðarskeið. Tað merkir, at realkredittlán við broytiligari rentu hava rentu, ið liggur føst í ½ til 5 ár, og húskir við slíkum realkredittlánum verða ikki øll rakt beinanvegin av rentuhækkingum. Tey, ið hava realkredittlán við fastari rentu, verða ikki rakt av rentuhækkingunum.

Kelda: Landsbanki Føroya


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2022

17 Leygardagur 31. desember 2022

Prísirnir á sethúsum hækkaðir nakað

Miðalprísurin higartil i ár er tó ikki lækkaður í mun til 2021, skrivar Landsbanki Føroya

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sethúsaprísirnir lækkaðu í bæði øðrum og triðja ársfjórðingi í ár, men miðalprísurin higartil í 2022 er ikki lægri enn miðalprísurin var í 2021. Tað skrivar Landsbanki Føroya á heimasíðuni.

Uppgerðin hjá Landsbankanum vísir, at at miðalprísurin á bústøðum er farin upp um alt landið seinastu árini. Serstakliga í Tórshavn er prísurin á bústøðum farin nógv upp, og liggur miðalprísurin í Tórshavn oman fyri 3,5 milliónir krónur.

Hesin prísvøkstur stavar fyrst og fremst frá stórum eftirspurningi í mun til útboðið, ið millum annað kemur av stóra fólkavøkstrinum í Føroyum, og harumframt hevur búskaparvøksturin og lága rentustøðið tey seinastu árini ein leiklut. Ein partur kann tó eisini stava frá, at bygningskunngerðin frá 2017 er sett í gildi, ið millum annað setur krøv til bjálving, ið er við til at dýrka byggiprísin á nýggjum húsum.

Sethúsaprísirnir lækkaðu í øðrum og triðja ársfjórðingi í 2022, men miðalprísurin higartil fyri 2022 er ikki lægri, enn miðalprísurin var í 2021.

Tó siga húsameklarar frá, at tað nú tekur longri tíð at selja húsini. Ein lækking í sethúsaprísunum kann hava við sær, at húsarhaldini gerast meira varin, skrivar landsbankin.

Í seinnu helvt av 2022 hava føroysku bankarnir hækkað bæði innláns- og útlánsrenturnar; útlánsrenturnar eru í miðal hjá føroysku bankunum farnar frá at vera 2,9 prosent í august til 3,23 prosent í oktober 2022, og sannlíkt hækka tær meira í komandi tíðum.       

Ymiskt er, hvussu hart føroysku húsarhaldini verða rakt av rentuhækkingunum, men jú størri skuldin er, tess meira vaksa rentuútreiðslurnar og í tess størri mun verður tiltøkupeningurin skerdur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2022

18 Leygardagur 31. desember 2022

Norðoya Sparikassi hækkar inn- og útlánsrentur

Hetta kemst av hækkingini hjá evropeiska miðbankanum og danska tjóðbankanum. Rentur á innlánum og útlánum hækka við upp til 0,3 prosentstigum. Tað kemur í gildi 3. februar 2023

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava aftur hækkað leiðandi renturnar, hesa ferðina við 0,5 prosentstigum. Av hesi orsøk hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini.

Rentur á innlánum og útlánum hækka við upp til 0,3 prosentstig við gildi frá 3. februar 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2022

19 Leygardagur 31. desember 2022

Nýtt vistfrøðiligt vodka á marknaðinum

Einar’s Distillery er á marknaðinum við Organic Vodka

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Einar’s Distillery er komið út við nýggjum vodka. Eftirspurningurin eftir vistfrøðiligum vørum økist, og nýggja vodka á føroyska marknaðinum eitur “Organic Vodka”.

Vistfrøðiligt “Small Batch” Vodka er framleitt við bestu rávørum á marknaðinum til vodka.

- Hetta er hondgjørd føroysk stuttflutt framleiðsla við føroyskum vatni og serstakliga reinum smakki. Organic Vodka hóskar seg væl sum snapsur afturvið ymiskum mati. Organic Vodka er eisini sera væl egnað til ymiskar kokkteylar, verður sagt.

Organic Vodka fæst til keyps í rúsuni og í Duty Free á flogvøllinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2022

20 Leygardagur 31. desember 2022

Vit rinda 20,12 prosent í miðal í kommunuskatti

Borgarar í Vága kommunu rinda mest í kommunuskatti - borgarar í Fugloyar, Skúvoyar og Famjins kommunun rinda minst

Skúlin á Giljanesi. Helst orsøkin til at borgarar í Vága kommuna hava hægsta kommunuskatt (Savnsmynd: Articon)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Miðal kommunuskatturin í 29 kommununum í Føroyum er 20,12 prosent.

Hægsta kommunuskattaprosentið er 21,75 prosent og tað lægsta er 16,0 prosent.

Tað er rættiliga týðuligt, at tað eru har, sum kommunurnar hava gjørt stórar íløgur, eitt nú í skúla ella ellisheim, at vit finna tey hægsu skattaprosentini.

Kommunurnar, ið leggja hægst skattatrýst á sínar borgarar eru hesar: Vága kommuna 21,75 prosent, Sunda og Runavíkar kommunur 21,5 prosent, Vágs kommuna 21,3 prosent, Vestmanna og Fuglafjarðar kommunur 21,25 prosent og Porkeris, Húsavíkar, Skálavíkar, Sørvágs, Kvíkvíkar og Sjóvar kommunur 21,0 prosent.

Tey lægstu skattaprosentini finna vit í teimum heilt smáu útoyar og útjaðara kommununum við lágum barnatali: Fugloyar, Skývoyar og Famjins kommunur 16,0 prosent, Hovs kommuna 18,0 prosent. Síðan koma Kunoyar kommuna 18,5 prosent, Eiðis kommuna 18,75 prosent og Sumbiar og Tórshavnar kommunur 19,0 prosent.

Ein annar máti at regulera innkrevjingina hjá kommununum er, hvussu nógv hvør einstøk kommuna letur í barnafrádrátti. Her liggur miðal á 7.167 krónur, vísir uppgerðin hjá Taks.

Lægsti barnafrádráttur er 5.000 krónur, hægsti er 10.000 krónur.

Tað er bert ein kommuna, ið letur 10.000 krónur í barnafrádrátti: Fugloyar kommuna. Tvær kommunur lata 9.000 krónur: Skálavíkar og Tórshavnar. Eysturkommuna og Sands kommuna lata 8.500 krónur.

Tær, ið lata minsta barnafrádrátt – 6.000 krónur – eru: Sørvágs, Skopunar, Vágs og Sumbiar kommunur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2022

21 Leygardagur 31. desember 2022

Samstarvsavtala um tilbúgving í norðara parti av Suðuroynni

Tollaksmessudag var samstarvsavtala undirskrivað av borgarstjórinum í Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunum um felags tilbúgving

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tollaksmessudag varð samstarvsavtala undirskrivað av borgarstjórinum í Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunum um felags tilbúgving

Avtalan er hemilað í tilbúgvingarlógini, har Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunur hava gørt av at hava felags tilbúgving til at útinna tær uppgávur, sum eru ásettar í tilbúgvingarlógini.

Hesar tríggjar kommunurnar hava søguliga sæð leingi havt eitt gott samstarv á tilbúgvingarøkinum, sum nú verður dagført og formliga staðfest í samstarvsavtaluni.

Felags tilbúgvingarnevnd

Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunur skipað eina felags tilbúgvingarnevnd, og verður henda umboðað av borgarstjóranum á Tvøroyrar kommunu, sum er føddur formaður. Borgarstjórin í Hvalba er nevndarumboð saman við borgarstjóranum í Fámjin. Eisini eru í nevndini formaðurin í teknisku nevnd hjá ávikavist Tvøroyrar- og Hvalbiar kommunu, umframt einum nevndarlimi í teknisku nevnd í Tvøroyrar kommunu, Sýslumanninum í Suðuroynni, einum umboði fyri Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag (SNB) og tilbúgvingarleiðaranum.

Tilbúgvingarnevndin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, og tryggja, at tilbúgvingin í kommununum er nøktandi við atliti til váðan í kommununum og tilbúgvingarlógina.

Um tað við atkvøðuavgerð í tilbúgvingarnevndini stendur á jøvnum, er atkvøðan hjá formanninum avgerandi. Liminir í tilbúgvingarnevndin verða útnevndir við skipan av nýggjum kommunustýri. Nevndarliminir sita í fýra ár, og kunna afturveljast.

Tað er tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu í samstarvi við tilbúgvingarleiðaran, sum hevur dagligu fyrisitingina og leiðsluna av felags tilbúgvingini um hendi.

Fíggjardeildin hjá Tvøroyrar kommunu umsitur fíggjarviðurskiftini hjá felags tilbúgvingini. Tvøroyrar býráð er setunarmyndugleiki hjá tilbúgvingarleiðaranum.

Tilbúgvingarleiðarin hevur leiðsluna í sambandi við operativ átøk. Hesin útinnir leiðsluna í samstarvi og samráði við teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu, átaksleiðaran hjá politinum, átaksleiðaran hjá sjúkrahúsverkinum og leiðaran í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag (SNB).

Útreiðslur í sambandi við rakstur og íløgur av felags tilbúgvingini verða fíggjaðar av teimum trimum kommunum í felag. Fíggingin verður rokna í mun til fólkatalið í kommununum pr. 1. januar í galdandi fíggjarári.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2022

22 Leygardagur 31. desember 2022

Skansabryggjan loksins yvirtikin

Arbeiðið, sum byrjaði í 2016, hevur kostað 535 milliónir krónur

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mikudagin handaði J&K Petersen útbyggingina av Skansabryggjuni í í Havn til Tórshavnar havn.

Arbeiðið at útbyggja Skansabryggjuni byrjaði í 2016. J&K Petersen hevur verið høvuðsarbeiðstakari.

Arbeiðið hjá J&K Petersen fevndi um gerð av umleið 1.000 metrum av nýggjum brimgarði, spunskai, bryggjuøki og ymsum tekniskum installatiónum.

Við hesi útbyggingini hevur Tórshavnar havn fingið umleið 900 metrar av kajkanti við 15 metra dýpi. Bryggjuøkið á Skansabryggjuni er vaksið við umleið 95.000 fermetrum, soleiðis at tað í dag er umleið 157.000 fermetrar stórt.

Til arbeiðið eru farin umleið 3,4 milliónir rúmmetrar av gróti, ið eru førdir inn við grótbáti frá grótbrotinum á Glyvursnesi.

Samlaða játtanin til arbeiðið er 535 milliónir krónur, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu. 

[object Object]
Frá vinstru Arnbjørn Kristiansen, verkfrøðingur, Tórshavnar havn, Kári Johansen, formaður í havnanevndini, Eyðfinn Lenvig, projektleiðari, J&K Petersen, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jan Odmarsson, byggileiðari, LBF, Sigtór A. Petersen, stjóri, J&K Petersen, og Bárður Michelsen, virkandi havnameistari (Mynd: Tórshavnar kommuna)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2022

23 Leygardagur 31. desember 2022

Ungdómsráð sett í Vága kommunu

Undan jólum varð ungdómsráð stovnað í Vága kommunu – 11 ungdómar sita í ráðnum, og ætlinin er, at ráðið nakrar ferðir um árið kemur á fund við borgarstjóran og við býráðið, har tey greiða býráðnum frá um hvat rørir seg ímillum tey ungu

11 ungdómar sita í ungdómsráðnum umboðandi ymiskar felagsskapir og ungar borgarar sum ikki hoyra til nakran fyriskipaðan felagsskap. Tey 11 eru Dagmar Djónadóttir, Pætur Akselsen, Búi Falkvard Nielsen (vantar á myndini), Durita Vón Vidfeldt, Ísak Johannesen, Emma Vilhelmsdóttir, Vígdis Wang Jacobsen, Jóhanna L. Kjelnes, Lív Ina Wiberg, Sofía Heðinsdóttir (vantar á myndini) og Markus Árnason Samuelsen. Harafturat eru Bjarni Prior, borgarstjóri og Jóhan Hendrik Ellefsen, kommunustjóri á myndini (Mynd: Vága kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Undan jólum varð eitt ungdómsráð stovnað í Vága kommunu.

Kommunan skrivar, at arbeitt hevur verið við málinum í longri tíð. Tá sitandi býráð tók við, settu tey ein arbeiðsbólk at orða eitt tilmæli til býráðið um hvussu barna- og ungdómsøkið skuldi skipast í Vága kommunu. Eitt av tilmælunum hjá arbeiðsbólkinum var, at stovna eitt ungdómsráð við umboðum úr øllum teimum ymisku ítróttar-, frítíðar- og samkomufelagsskapunum, skúlanum og ungdómshúsinum í kommununi. Harafturat varð heitt á ung í kommununi um at stilla upp til ráðið, so onnur sum ikki umboða ein felagsskap somuleiðis fingu umboð í ráðnum

Níggju ung møttu til fyrsta fundin hjá ráðnum. Dorthea Højgaard Dam, verkætlanarleiðari fyri børn og ung í kommununi, kunnaði tey um barnarættindarsáttmálan hjá ST, sum er samtyktur á Føroya Løgtingi, og um nýggja barna- og ungdómspolitikkin sum arbeitt verður við at orða fyri Vága kommunu. Dorthea greiddi teimum somuleiðis frá um, hvørjar uppgávur og skyldur tey ungu høvdu sum umboð í ungdómsráðnum, og um týdningin av at teirra rødd verður hoyrd, eisini í tí politisku skipanini.

Sambært Vága kommunu er ætlanin at ungdómsráðið nakrar ferðir um árið kemur á fund við borgarstjóran og við býráðið, har tey greiða býráðnum frá um hvat rørir seg ímillum tey ungu, og hvørjar tankar tey hava um ymiskt í kommununi. Somuleiðis skulu borgarstjórin og býráðið á hesum fundum kunna tey ungu um, hvørjar ætlanir liggja í býráðnum og hvørjar framtíðarætlanir býráðið hevur, sum kunnu hava ávirkan á lívið hjá teimum. Ungdómsráðið er eisini hoyringspartur í málum sum viðkoma teimum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2022

24 Leygardagur 31. desember 2022

Nýggj ungdómsumboðsnevnd í Fuglafjarðar kommunu

Mildrið Hammer Abrahamsen, Kaja Poulsdóttir Toftegaard, Henny Vík og Regin Taye Lassaberg eru nýggju umboðini. Nevdin hevði sín fyrsta fund fyri jól

At verða ungdómsumboð, inniber millum annað at umboða ungdómin í Fuglafjarðar kommunu, at vera ráðgevari hjá leiðaranum av ungdómstilboðnum, at hittast í býráðssalinum og at vera við í til dømis framløgum og fjølmiðlum (Mynd: fuglafjordur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri aðru ferð eru ungdómsumboð vald í Fuglafjarðar kommunu. Hetta skrivar fuglafjordur.fo.

Nýggja nevndin hevði sín fyrsta fund beint fyri jól. Í henni sita Mildrið Hammer Abrahamsen, Kaja Poulsdóttir Toftegaard, Henny Vík og Regin Taye Lassaberg.

At verða ungdómsumboð, inniber millum annað at umboða ungdómin í Fuglafjarðar kommunu, at vera ráðgevari hjá leiðaranum av ungdómstilboðnum, at hittast í býráðssalinum og at vera við í til dømis ramløgum og fjølmiðlum, skrivar Fuglafjarðar kommuna.

Nevndin hevur fund eina ferð um mánaðin - ella eftir tørvi - situr í eitt ár, og verður hon lønt fyri sítt arbeiði. Tey í ungdómsnevndini kunnu altíð seta ungdómsmál á skrá

- Um tú hevur okkurt hugskot, sum tú kundi hugsað tær bleiv til veruleika, so er at siga tað við títt umboð, ella at senda okkum hugskotið í DM á instagram @fuglarnir_ung

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2022

25 Leygardagur 31. desember 2022

Minesto og Vestmanna kommuna og SEV gjørt sáttmála

Svenska fyritøkan Minesto, sum ger royndir við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, hevur undirskrivað sáttmála við Vestmanna kommunu og SEV um leigu av lendi Inni á Fjørð, og nýtt net til framtíðar virksemið

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað hendi tollaksmessudag, at Vestmanna kommuna saman við svensku fyritøkuni Minesto og SEV, tóku enn eitt týðandi stig á grønu leiðini.

Tá varð sáttmáli undirskrivaður, sum gevur Minesto møguleika at brúka øki á landi til sítt framtíðar arbeiði við menning av sjóvarfalsorkuni í Føroyum. 

[object Object]

SEV samstarvar við svensku fyritøkuna Minesto um royndarverkætlan við sjóvarfalsorku, sum fevnir um tvær sjóvarfalsorkuturbinur (drekar) í Vestmannasundi.

Talan er um ein sonevndan “long-term lease”  sáttmála millum Minesto øðrumegin og Vestmanna kommunu og SEV hinumegin. Hetta merkir, at Minesto er komið eitt týðandi stig víðari í sínum royndum at menna hesa serstøku orkuverkætlan.

Sáttmálin gevur Minesto atgongd til eitt øki uppá 2.050 fermetrar í innaru havnini í Vestmanna, Inni á Fjørð kallað. Haraftrat kemur eisini eitt nýtt netsamband.

Arbeiðið higartil hevur verið at royna drekarnar á einum ávísum stað í Vestmannasundi umframt at gera klárt til virksemið á landi, har koyring, eftirlit og viðlíkahald av orkustøðini fara fram.

Higani skal eisini komandi virksemi í Hestfirði og Skonunarfirði rekast.

[object Object]

Stjórin í Minesto, David Collier sigur, at staðsetingin Inni á Fjørð í Vestmanna er sera vælegnað til framtíðar útbygging av verkætlanini. Her er trygt og haraftrat tætt við royndarstaðið í Vestmannasundi og ætlaðu útbyggingina í grannafirðunum.

- Við hesum fáa vit synergiir, ið fara at stuðla uppundir alla verkætlanina.

[object Object]

Íløgan í eitt nýtt undirstøðukervi í Vestmanna er enn eitt týðandi stig hjá Minesto, tá hugsað verður um tær íløgur, sum longu eru gjørdar í Wales og í Göteborg.

- Í góðum samarbeiði við Vestmanna kommunu og SEV hava vit tryggjað okkum eitt øki, sum er væl egnað bæði til at seta upp og koyra tær fyrstu tvær 30 MW turbinurnar í grannafirðunum eins væl og at stuðla upp undir verandi  framleiðsluna í Vestmannasundi, sigur Martin Edlund frá Minesto. 

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2022

26 Leygardagur 31. desember 2022

Shabana Rehman deyð, 46 ára gomul

Norski skemtarin og samfelagskritikarin vitjaði í Føroyum minst tvær ferðir

(Mynd: Shabana Rehman á Facebook)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Norski stand-up komikarin Shabana Rehman er deyð, einans 46 ára gomul, eftir at hava verið álvarsliga sjúk í eina tíð. NRK skrivar, at beiggi hennara kom við fráboðanini á Facebook.

Shabana Rehman var av pakistanskari ætt, og tað varð lagt merki til tað, tá hon fyrstu ferð traðkaði fram á palli við sínum ógvuliga bersøgna og samfelagskritiska showi.

Shabana Rehman vitjaði fyrstu ferð í Føroyum í sambandi við Listastevnuna í Norðurlandahúsinum í 2003. Minst eina ferð var hon aftur i Føroyum, tað var í sambandi við eitt kvinnutiltak 8. mars 2014.

Fyrr í ár greiddi hon frá í samrøðu við norska blaðið Se og Hør, at hon hevði fingið krabbamein í brisið, og at krabbin hevði breitt seg.

Í eini samrøðu við Aftenposten í apríl segði hon, at dómurin hon hevur fingið frá læknunum var so mikið álvarsligur, at hon ikki visti, um hon fór at megna at liva árið 2022 út. Í dag – tveir dagar fyri ársskiftið – doyði hon.

Sí brot herundir, har hon í sendingini Lindmo á NRK síðst í oktober greiddi frá, hvussu tað var at fáa deyðadóm, og hvussu tað var at gerast forelskað mitt meðan hon var álvarsliga sjúk.

Brot úr NRK 

Shabana Rehman varð fødd 14. juli 1976 í Karachi í Pakistan. Hon kom til Noregs árið eftir, og vaks upp saman við foreldrum og seks systkjum á Holmlia í Oslo.

[object Object]
(Mynd: Shabana Rehman á Facebook)

Hon byrjaði sum klummuskrivari í VG í 1996, og hevur seinni skrivað fyri Dagbladet, Aftenposten, danska Information og Nettavisen.

Í 2002 fekk hon Fritt Ord heiðurslønina saman við Aslam Ahsan. Í grundgevingini fyri heiðrinum stóð, at tey fingu prísin fyri at vera við til at byggja brýr millum mentanir. Í 2020 varð hon av norsku stjórnini vald í serligu stjórnarnevndina fyri framsøgufrælsi.

Tekstirnir hon sum ung skrivaði í VG, løgdu lunnar fyri hennara karrieru sum stand-up komikari, ið byrjaði í 1999. Ein kvinna við innflytarabakgrund, sum skemtaði við at fáa íseymað nýggjan moydóm og um tvingsilshjúnabond var nakað, ið varð lagt merki til, og hon gjørdist skjótt ein kendur persónur í Noregi.

Størst uppmerksemi fekk hon fyri sítt “mulla-lyft” í 2004. Hon hevði tá fyri, sum part av showinum, at lyfta menn (eitt slag av norskum Tórði Mikkelsen, -red.)

Undir einum kjakfundi saman við umstrídda mulla Krekar, tók Shabana Rehman fatur um lendarnar á mulla’num og lyfti hann uppfrá.

Krekar er ein fyrrverandi guerilja-leiðari frá kurdiska Norðurirak, sum kom til Noregs í 1991. Í 2003 varð hann vístur úr landinum, men útvísingin fekk ikki gildi fyrr enn í 2020.

Filmsupptøkur av lyftinum gingu kring allan heimin. Krekar dámdi ikki tað, ið var hent, og helt uppá, at myndirnar ikki skuldu almannakunngerast. Hann meldaði tí Rehman til løgregluna, men skuldsetingin varð afturvíst.

Rehman blandaði seg upp í nógv mál, og varð eitt nú ein heitur kjakari um innflyting og integrering, og tók ofta upp evni, ið annars ikki vórðu tosað um millum tilflytarar.

Hon setti eisini sjóneykuna á fordómar millum ymsar mentanir í norska samfelagnum, um heiðursdráp, sosialt eftirlit og bandakriminalitet í Oslo, og luttók í nógvum kjaki í miðlunum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2022

27 Leygardagur 31. desember 2022

61 skotin til deyða í Svøríki í ár

Nýtt syrgiligt met verður sett í ár

(Mynd: SVT)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein maður í tríatiárunum varð jólamorgun skotin í býarpartinum Rinkeby í útnyðringspartinum av svenska, Stockholm.

Hann doyði seinni á sjúkrahúsinum. Skottilburðurin hendi jólamorgun á einum parkeringsplássi í einum íbúðarøki, skrivar SVT, sambært Ritzau.

Hetta var deyðiligi skotstilburður nummar 61 í Svøríki í ár.

Metið higartil varð sett í 2020, tá 47 fólk vórðu skotin til deyðis. Í fjør var talið 45, vísir ein uppgerð hjá svensku løgregluni. Tað búgva 10,35 milliónir fólk í Svøríki.

Til sammetingar vórðu í fjør skotin átta fólk í Danmark, har tað búgva 5,83 milliónir fólk.

Sokallaður bandakriminalitetur var eitt av høvuðsevnunum undir valstríðnum til svenska ríkisdagin í september. Tá gav Ulf Kristersson, ið seinni varð valdur til forsætisráðharra, lyfti um hægri játtanir til løgregluna. Hann segði seg eisini vilja javnseta bandakriminalitet við yvirgang. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2022

28 Leygardagur 31. desember 2022

Týska BioNTech ger royndir við nýggjum malariakoppingarevni

Nýggja malariakoppingarevnið skal nú roynast á sjálvboðin fólk í USA, sum ikki hava havt malaria áður

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Týski heilivágsrisin BioNTech, sum seinastu árini serliga er vorðin kendur fyri at hava ment eitt koppingarevni fyri koronu, boðar nú frá, at tey eru komin eitt fet nærri í tilgongdini at menna eitt nýtt koppingarevni fyri malaria.

BioNTech boðar frá, at koppingarevnið, sum verður nevnt BNT165bi, nú skal roynast á fólk.

Özlem Türeci, ein av stovnarunum av BioNTech, sum eisini stendur á odda fyri medisinsku deildini hjá fyritøkuni sigur, at royndin er ein týðandi mílasteinur í roynd teirra at basa malaria.

– Okkara mál er at menna eitt koppingarevni, sum kann hjálpa okkum at sleppa undan malaria og minka um deyðstíttleikan, sigur Türeci.

Koppingarevnið skal roynast á 60 sjálvboðin fólk í USA, sum ikki hava havt malaria áður.

Malaria er ein ígerðarsjúka, sum kemur av sníkinum plasmodium falciparum. Fólk fáa smittuna frá mýggjabitum.

Sambært Ritzau doyðu uml. 619.000 fólk av malaria um allan heimin í fjør. Í 2020 var talið uml. 625.000. Um 95 prosent av øllum smittutilburðum eru skrásettir í Afrika.

Í dag finst bert eitt malariakoppingarevni. Talan er um Mosquirix, sum bretski heilivágsframleiðarin GSK hevur ment. Koppingarevnið er góðkent av Heimsheilsustovninum (WHO), men avbjóðingar hava verið verið hesum koppingarevninum. Tað hevur eitt nú verið torført hjá GSK at fingið pengar inn frá koppingarevninum, og at framleiða neyðugu nøgdirnar av koppingarevni.

Oxford University arbeiðir eisini við einum koppingarevni fyri malaria, sum verður hildið at vera betri enn Mosquirix. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2022

29 Leygardagur 31. desember 2022

Øll fólkini funnin og bjargað

Hildið var, at tíggju skíðakarar lógu undir einum skalvalopi í Eysturríki jóladag. Tað vóru bert fýra, og øll vórðu bjargað

(Mynd: Løgreglan í Tyrol / NRK)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Øll tíggju fólkini, sum leitað varð eftir jóladag eftir eitt skalvalop á fjallinum Trittkopf í Eysturríki, eru nú funnin.

Tað upplýsti løgreglan í Eysturríki annan jólamorgun.

Myndugleikarnir bótu ótta fyri, at umleið tíggju skíðakarar lógu undir skalvinum, men tað vísti seg, at seks av teimum als ikki vórðu rakt av lopinum. Fýra fólk eru innløgd við skaðum eftir at tey vórðu rakt av skalvinum – ein teirra havur fingið álvarsligar skaðar, skrivar NRK.

Orsøkin til, at løgreglan arbeiddi við talinum tíggju, var eitt videobrot hjá einum eygnavitni.

Annan jólamorgun boðaði løgreglan so frá, at tey ikki rokna við, at fleiri fólk eru rakt av skalvalopinum.

Umleið 200 sjálvboðin og nógvir hundar og fleiri tyrlur vóru við í leitingini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2022

30 Leygardagur 31. desember 2022

Handbollskanalen: Óli er ársins talent higartil

Í grundgevingini fyri heiðurin eftir fyrstu mánaðirnar í svensku hondbólti skrivar miðilin, at 17-ára gamli føroyingurin veruliga hevur tikið av møguleikanum eftir nógvu skaðarnar hjá Sävehof

Hóast nógvu skaðarnar kappast Sävehof í oddinum - og orsakað av skaðunum hevur Óli Mittún fingið víst seg nógv fram (Mynd: Mathilda Ahlberg / BILDBYRÅN)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Stóri svenski hondbóltsmiðilin Handbollskanalen hevur kosið nakrar spælarar, venjarar og lið sum ymiskt, í samband við at "heystheiðrar" eru latnir.

Hetta er ein listi yvir ymiskt í fyrru hálvu í bestu svensku mansdeildini, og ein føroyingur er á listanum - sum ársins talent higartil.  

- Axel Månsson får ursäkta, men hur bra han är har varit (riktigt bra i sina bästa stunder) har Mittün varit ännu bättre. Alla skador i Sävehof har gjort att färöingen har fått mer speltid än vad som var tanken från början och han har verkligen tagit chansen.

Soleiðis verður skrivað um Óla Mittún. 17-ára gamli hoyvíkingurin skifti í summar frá H71 til IK Sävehof. Tað varð ikki væntað, at kviki bakspælarin longu fór at fáa ein so stóran leiklut, sum hann hevur havt, men skaðar - millum annað skaðin hjá systkinabarninum Eliasi Ellefsen á Skipagøtu - hava gjørt, at Óli hevur fingið møguleikanum.

Føroyski landsliðsspælarin hevur eisini tikið av hesum møguleikanum og hevur av álvara gjørt vart við seg í Svøríki, har Sävehof er ársins lið higartil. Hetta tí at føroyingaliðið er á 2. plássi, við eins nógvum stigum sum oddaliðið Kristianstad, í løtuni við so nógvum skaðum. Michael Apelgren hevur fingið nógv burturúr verður skrivað.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2022

31 Leygardagur 31. desember 2022

Sigfríður Clementsen skal standa á odda fyri EB/Streymi

Hann tekur yvir eftir Jákup Martin Joensen. Sigfríður Clementsen var høvuðsvenjari tá sundalagsmenn vunnu greipuna í 2008

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

EB/Streymur hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Sigfríð Skaale Clementsen, um at vera høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum.

Sigfríður Skaale Clementsen er ein av royndastu venjarunum í landinum, og hevur vunnið nærum alt sum vinnast kann í føroyskum fótbólti.

Hann er 49 ára gamal og er búsitandi í Havn.

Í 2008 og 2009 var hann høvuðsvenjari hjá EB/Streymi. Í 2008 vann EB/Streymur greipuna og í 2009 rakk tað til silvurpláss í báðum landskappingini og í steypakappingini.

EB/Streymur endaði hetta kappingarárið á fimta plássið við 35 stigum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2022

32 Leygardagur 31. desember 2022

Sigfríður hevur næstan eins nógvar dystir sum hinir samanlagt

Heimasíðan bolt.fo vísir á, 49-ára gamli nýggi venjarin hjá EB/Streymur hevur yvir 300 dystir sum høvuðsvenjari í fremstu røð í Føroyum. Her er eitt yvirlit

Sigfríður Clementsen er aftur í EB/Streymi, har hann vann greipuna í 2008. "Siggi" hevur staðið á odda fyri seks øðrum feløgum í Betrideildini (Mynd: EB/Streymur)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikukvøldið kunngjørdi EB/Streymur, at Sigrfríður Skaale Clemetsen avloysir Jákup Martin Joensen sum høvuðsvenjara. Harvið eru allir slíkir sessir í Betrideildini uppá pláss.

Heimasíðan bolt.fo hevur nú gjørt upp, hvørjar royndir hesir tíggju ymisku menninir hava á hægsta stigi í Føroyum. Tað er eyðsæð, at havnarmaðurin, sum áður hevur staðið á odda fyri B36, HB, AB, TB, ÍF, Víkingi og júst EB/Streymi í Betrideildini, er nógv mest royndur júst har. 

Venjarar í Betrideildini 2023

303: Sigfríður Clementsen (EB/Streymur)
125: Jákup á Borg (B68)
63: Jóhan Petur Poulsen (Víkingur)
54: Dan Brimsvík (B36)
27: Michael Schjønberg (07 Vestur)
23: Aleksandar Jovevic (ÍF)
17: Dalibor Savic (HB)
12: Henrik Larsen (AB)
0: Magne Hoseth (KÍ), Dan Jensen (TB)

Sigfríður Clementsen vann greipuna við júst EB/Streymi í 2008, og hevur eisini vunnið FM og Løgmanssteypið við B36.

Maðurin, sum seinastu árini hevur verið FSF-mennari og ungdómslandsliðsvenjari, skapti eisini stóra evropeiska framgongd við B36 og Víkingi, og vann steypakappingina tríggjar ferðir við Víkingi.

Hetta verður fulla kappingarár nummar trý hjá Jóhan Peturi Poulsen og Dan Brimsvík, ið komu inn í sínar sessir seint í 2020.

Maðurin, ið Dan Brimsvík avloysti í B36, hevur næstflest royndir sum venjari í Betrideildini - Jákup á Borg kom til B68 í mai í fjør og vendi gongdini har. Nú skal byggjast uppá á Toftum.

[object Object]
Jákup á Borg helt B68 uppi í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)

Danin Micheal Schjønberg tók við í Vágum síðsta vetur. Aleksandar Jovevic var settur í Fuglafirði um sama mundi, og fekk ÍF upp í Betrideildina aftur, har serbin sum hevur verið í Føroyum í tjúgu ár hevur 23 dystir á baki sum høvuðsvenjari - hjá júst ÍF í 2015.

Dalibor Savic og Henrik Larsen komu til síni lið miðskeiðis í síðsta kappingarárið. Dan Jensen og Magne Hoseth eru heilt nýggir í Betrideildini.

Danin hevur fingið TB upp aftur - hjá norðmanninum í KÍ er hetta fyrsti ferð, at hann er høvuðsvenjari yvirhøvur.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2022

33 Leygardagur 31. desember 2022

Pelé deyður 82 ára gamal

Brasilska fótbóltslegendan doyði eftir longri sjúkralegu

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Brasilski fyrrverandi fótbóltsspælarin, Pelé, er deyður.

Tað boðaðu altjóða miðlar frá hóskvøldið. Pelé bleiv 82 ára gamal, og doyði eftir longri sjúkralegu á Albert Einstein-sjúkrahúsinum í São Paulo sum fylgja av krabbameini.

Pelé varð innlagdur á sjúkrahúsinum tann 29. november, og síðani er støðan alsamt blivin verri.

Brasilianska fótbóltslegendan verður mett at vera ein av heimsins størstu, og Pelé er tann einasti, sum hevur vunnið heimsmeistaraheitið tríggjar ferðir. Tað gjørdi hann í 1958, 1962 og í 1970.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2022

34 Leygardagur 31. desember 2022

Cody Gakpo til Liverpool

Niðurlendska felagið PSV hevur selt áleyparan fyri eina ókenda, men metstóra upphædd

Cody Gakpo í fjórðingsfinaludysti móti Argentina undir HM kappingini í Katar (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein av fótbóltsspælarunum, sum veruliga gjørdu vart við seg í HM kappingini í Katar her fyri, fær nú nýggjan arbeiðsgevara.

Talan er um niðurlendska Cody Gakpo, ið skoraði trý mál í bólkaspælinum, og sum síðan hevur staðið á ynskilistanum hjá fleiri evropeiskum stórfeløgum.

Nú skiftir hann PSV Eindhoven út við Liverpool. Tað upplýsir PSV.

23 ára gamli áleyparin fer til Onglands, har hann skal gjøgnum neyðugar royndir áðrenn skiftið er komið upp á pláss, framgongur tað á heimasíðuni hjá niðurlendska felagnum.

Sambært tíðindaskrivinum er ongin av pørtunum áhugaður í at upplýsa, hvat Gakpo er seldur fyri, men talan er um ein methandil, sigur stjórin í niðurlendska felagnum, Marcel Brands.

Hetta merkir, at Gakpo kostar meira enn 45 milliónir evrur, ella umleið 335 milliónir danskar krónur, sum PSV fekk fyri meksikanska Hirving Lozano, tá hesin varð seldur til italska felagið, Napoli.

Gakpo hevur verið liðskipari hjá PSV, og hevur skorað níggju mál í 14 dystum higartil í kappingini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2022

35 Leygardagur 31. desember 2022

Skjótast at skora tjúgu mál í Premier League

Erling Haaland skoraði tvær ferðir í Leeds mikudagin, tá Manchester City vann 3-1. Harvið hevur norðmaðurin væl og virðiliga sett enn eitt málmet og er á veg at røkka nýggjum hæddum

Erling Haaland hevur skorað fleiri mál enn nærum helmingurin av liðunum í Premier League hava higartil (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Samanlagt hevur hann nú 26 mál í tjúgu dystum fyri Manchester City, og Erling Haaland hevur longu skorað tjúgu mál í Premier League.

Í sínum Premier League-dysti nummar fjúrtan, í býnum har hann er føddur, sló stóri og vandamikli norðmaðurin aftur til. Tað var annars Rodri, ið legði Manchester City á odda í yvirtíðini í fyrra hálvleiki, tá spaniólin var fyrstur á einum returbólti eftir eitt vælspælt álop.

Í seinna hálvleiki var Haaland tvær ferðir á blettinum. Eftir dystin segðiáleyparin við Sky Sports, at hann var sera svangur eftir at koma í gongd aftur eftir HM-steðginum, og at tað gjørdi hann meira uppsettan at vera noyddur at sita og hyggja eftir HM-endaspælinum heldur at spæla í tí.

Leeds fekk minkað um munin til 3-1, men City fekk trý stig og er nú aftur á 2. plássi og fimm stig frá oddaliðnum Arsenal. 

22-ára gamli Erling Braut Haaland er greitt tann spælarin í Premier League-søguni, sum skjótast er komin uppá 20 mál Her er listin hjá Opta: 

Erling Haaland: 14 dystir
Kevin Phillips: 21 dystir
Andrew (Andy) Cole: 23 dystir
Ruud van Nistelrooy: 26 dystir
Diego Costa: 26 dystir
Tony Yeboah: 26 dystir
Fernando Torres: 27 dystir
Alan Shearer: 29 dystir
Sergio Agüero:30 dystir 

Haaland tók harvið metið hjá 23-ára gamla metið hjá Kevin Phillips, sum skoraði 30 ferðir fyri uppflytaran Sunderland í 1999/2000 kappingarárinum. Við talinum, ið hann hevur nú, hevði Haaland verið toppskjútti í fleiri kappingarárum í Premier League.

Norðmaðurin hevur nú skorað fleiri Premier League-mál enn níggju onnur - millum annað eitt fleiri enn Chelsea - og í løtuni á veg móti fleiri enn 40 málum í hesum kappingarárinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2022

36 Leygardagur 31. desember 2022

Magnus Carlsen tvífaldur heimsmeistari

Norðmaðurin vann í gjár sítt 15. heimsmeistaraheiti - hesafer í snartalvi

(Mynd: NRK)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað eru bara tveir dagar síðani norski Magnus Carlsen vann HM í kviktalvi, og nú hevur hann gjørt tað aftur.

Um middagsleitið fríggjadagin vann hann HM-kappingina í snartalvi, sum hevur verið í Kasakstan, og hetta er fimtu ferð, at norðmaðurin vinnur HM í snartalvi.

Í kviktalvi fær hvør telvari 15 minuttir at umhugsa seg í umframt 10 sekund fyri hvønn leik. Í snartalvi gongur skjótari fyri seg. Hvør telvari fær í útgangsstøði tríggjar minuttir og so 2 sekund fyri hvønn leik.

Sigurin kom í hús við einum sigri móti stórmeistaranum úr Usbekistan, Nodirbek Abdusattorov.

Hetta var 15. ferðin, at Magnus Carlsen vann eitt heimsmeistaraskap.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2022

37 Leygardagur 31. desember 2022

Magnus Carlsen vann HM í kviktalvi

Kappast varð í teimum skjótu talvgreinunum í Kasakstan her millum jól og nýggjár

(Mynd: chess.com)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

32 ára gamli norðmaðurin, Magnus Carlsen kann nú afturt kalla seg heimsmeistara í kviktalvi.

Kappast verður í teimum báðum skjótu talvgreinunum í Almaty (fyrr Alma-Ata) í Kasakstan her millum jól og nýggjár, og mikudagin var HM kappingin í kviktalvi avgreidd.

Magnus gjørdist heimsmeistara framman fyri unga týskaran Vincent Keymar og amerikanaran Fabiano Caruano.

Norðmaðurin hevur fyrr verið heimsmeistari í hesi grein í 2014, 2015 og 2019. Í fjør gjørdist hann nummar trý. Hann fekk sama stigatal sum vinnandi telvarin tá, Abdusattorov úr Usbekistan. Men teir vóru tríggir, ið endaðu javnt, og Magnus slapp ikki við í umtalvið um heimsmeistaraheitið.

Hetta var 14. ferðin, at Magnus Carlsen vann eitt heimsmeistaraskap. Hann hevur longu frásagt sær møguleikan at endurvinna HM-heitið í vanligum talvi, men luttekur framvegis í HM-kappingunum í snar- og kviktalvi.

Tveir aðrir telvarar, Artemjev og 18 ára gamli Keymar, høvdu undan 13 og seinasta umfari  møguleika at enda javnir við Magnus Carlsen. Sjálvur vann Magnus skjótt sítt seinasta talv við hvítum fólki móti einum irana.

Hinir báðir høvdu svart fólk, sum ikki er fyrimunur í talvi. Keymar telvaði javnt, og endaði harvið á øðrum plássi, meðan Artemjev tapti fyri Caruano, ið harvið vann seg upp á triðja pláss.

Hósdagin og fríggjadaagin varð kappast um HM  í snartalvi.

Í kviktalvi fær hvør telvari 15 minuttir at umhugsa seg í, umframt 10 sekund fyri hvønn leik. Í snartalvi gongur uppaftur skjótari. Hvør telvari fær í útgangsstøði tríggjar minuttir og so 2 sekund fyri hvønn leik.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2022

38 Leygardagur 31. desember 2022

Heimsins mest vinnandi golfspælari doyði jólaaftan

Amerikanska Kathy Whitworth gjørdist 83 ára gomul

(Mynd: AP)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Golfítróttin misti ein av sínum størstu hetjum um jólini.

Kathy Whitworth, sum í 1975 varð innlimað í World Golf Hall of Fame, doyði knappliga jólaaftan upplýsir unnusta hennara umvegis golfsambandil LPGA Tour.

Amerikanska golfhetjan gjørdist 83 ára gomul.

Frá 1958 og til byrjanina av 1980’unum vann hon 88 ferðir á amerikanska PLGA Tour’inum. Tað ger hana til mest vinnandi golfspælara í søguni.

Hon vann eisini einaferð á evropeiska Tour’inum og níggju aðrar kappingar.

Umframt sigrarnar, gjørdist hon í drúgva golf-lívi sínum eisini 93 ferðir nummar tvey í stórum kappingum.

Mest vinnandi mannligu spælarar eru Tiger Woods og Sam Snead, ið eru skrásettir fyri 82 sigrar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2022

39
Leygardagur 31. desember 2022

Gott nýggjár!

-

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

-

Blaðið Vikuskifti og Portalurin ynskir øllum sínum lesarum og viðskiftafólki eitt gott nýggjár við tøkk fyri 2022 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2022