Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 14. Jan 2023 | Nr. 2 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Tá Bakkafossur kom á Glyvrar

SíÐa 6

1 Leygardagur 14. Jan 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Borið heldur til Hvalvíkar

Tað kom rættiliga óvæntað, tá landsstýrið hjá Bárði á Steig Nielsen legði fram sína fyrstu fíggjarlóg fyri hálvum fjórða ári síðani, at nýggjur tunnil til Vestmannar knappliga varð raðfestur fram um fleiri aðrar tunnilsverkætlanir, sum flestu hildu lógu frammanfyri í raðfestingini.

Í dag er Vestmannatunnilin ein veruleiki á fíggjarlógini. Longu í 2019 fekk Landsverk játtað pengar at fara undir fyrireikandi arbeiðið. Í árinum, ið júst er runnið, vóru 5 milliónir á hesi kontu, og í fíggjarlógaruppskotinum hjá farnu samgongu fyri í ár, sum nú tó er burturfallið, tí veljarin vrakaði samgonguna, vóru avsettar 12 milliónir, og síðan var ætlanin at brúka 25 og 75 milliónir krónur tey komandi árini.

Nú fáa vit so at síggja, um nýggja samgongan eisini heldur, at tunnilin til Vestmannar er tann næsti, ið stendur á skránni at seta borin í, tá tunnlarnir, ið longu eru settir í gongd eru realiseraðar.

Landsverk hevur í øllum førum gjørt eitt ávíst forarbeiði. Tað framgekk av eini fráboðan fyri viku síðani, har linjuføringin er sett út í kortið. Eftir ætlan skal farast inn í stóra svinginum oman fyri Kvívík fyri síðan at koma út í landsvegin beint við brúnna um Heljareyga.

Arbeitt hevur eisini verið við eini linjuføring úr Leynum, og sambært samferðsluætlanini hevur eisini – í fullum álvara – verið arbeitt við einum møguleika við brúgv yvir um Vestmannasund av Oyrargjógv yvir á Streymoyarlandið, so farleiðin til Vestmannar kom at liggja lægri í lendinum enn nú. Valla er tann ætlanin tikin í fullum álvara.

Men tað er ein farleið, sum vit sakna. Tí vit seta okkum spurningin, hví komandi Vestmannatunnil ikki heldur verður boraður til Hvalvíkar. Fleiri fyrimunir eru við tunnli hendavegin.

Tann mest eyðsýndi er, at tað tykist beinleiðis tápuligt at bora ein tunnil meira ella minni javnfjart við eina vælvirkandi leið, sum er farbær – skulu vit siga – minst 350 av ársins 364 døgum.

Økið har ætlanin er at seta á kvívíksmegin, í Keldum sambært Føroyakortinum, er eisini hóast alt rættiliga høgt uppi – næstan líka so høgt sum Hálsurin hinu megin Sundið, so har skal umfatandi kavarudding til teir vetrardagarnar tað annars ikki er koyrandi um Høgareyn.

Ein tunnil til Hvalvíkar hevði givið Vestmanna eina alternativa atkomu, sum hevði komið bygdini til nógv størri gagn, enn hon fær við bæði vegi og tunnli til Kvívíkar.

Ein slíkur tunnil hevði knýtt bondini millum Vestmanna og eystara part av Norðstreymi nógv tættari saman. Í dag er kommunalt samstarv á nøkrum økjum. Tað er neyvan ivi um, at vegasamband beinleiðis millum Vestmanna og Sundalagið hevði ført til fleiri samstørv, ið kundu verið til stórt gagn og menning fyri bæði økini.

Vansin er sjálvandi, at farleiðin til Havnar (tað er eftir øllum at døma hagar, ið tørvurin er, og verður mettur út frá) ikki styttist við fimm kilometrum. Farleiðin verður kanska fimm kilometrar longri enn hon er nú, men afturfyri styttist leiðin til norðara og eystara part av Føroyum minst 30 kilometrar.

Ein tunnil millum Vestmanna og Hvalvík fer tí at verða til nógv størri gagn, enn ein tunnil til Kvívíkar, har vegur longu er frammanundan. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 8164

    Lisnar síður: 22450

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 14. Jan 2023

- Vit kláraðu koronakreppuna lutfalsliga væl

Almennu Føroyar hava eftirmett stýringina av kreppuni, sum uppstóð tá koronasmittan rakti okkum í 2020. Vit stóðu royndina

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Leiðarar frá so at siga øllum stovnum og ráðum innan tað almenna vóru til staðar á Panorama á Hotel Hafnia fyrrapartin mánadagin, tá løgmansskrivstovan hevði kallað til framløgu av síni eftirmeting av hvussu landsstýrið stýrdi seg ígjøgnum korinakreppuna frá mars 2020 til februar 2022.

Og niðurstøðan er, at vit kláraðu okkum lutfalsliga væl.

Tað er Rógvi Ólavsson, fulltrúi hjá løgmanni, sum hevur orðað samandráttin, ið er bygdur á spurnarbløð, sum almennir stovnar og aðrir myndugleikar, fakfeløg og fyritøkur, hava sent inn.

[object Object]
Rógvi Ólavsson, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni

- Um vit samanbera okkum við onnur lond, so kláraðu Føroyar seg væl gjøgnum covid-19 kreppuna, staðfesti Rógvi Ólavsson, og bygdi hetta á tríggjar sannroyndir:

  • Fá fólk doyðu av sjúkuni í Føroyum
  • kreppan ávirkaði gerandislívið í minni mun í Føroyum enn aðrastaðni
  • hugburðurin hjá almenninginum gjøgnum at kalla alla kreppuna var, at tiltøkini hjá myndugleikunum vóru hóskandi

Serliga verður tikið fram, at vit høvdu eina framúr tilbúgving klára til at testa fyri smittuna, og tí megnaðu at kanna øll, sum høvdu tørv á tí. Eisini tá størst strýst var á skipanina. Hin 17. januar, tá omikron-frábrigdið herjaði upp á tað harðasta, vórðu 5.208 kanningar gjørdar upp á eitt samdøgur – tað er 10 prosent av fólkinum í landinum!

Vilvirkandi sosialt eftirlit

Ein onnur óbeinleiðis niðurstøða í kanningi er eisini, at tað sokallaða sosiala eftirlitið virkaði óvanliga væl.

Avbjóðingin við stýringini undir koronakreppuni var nevniliga, at lógarmyndugleikin ikki liggur í Føroyum, men í Danmark.

So í staðin at stýra við lóggeving, valdi landsstýrið at stýra við tilmælum.

Trupulleikin við tilmælum – ella avbjóðingin – er, at eitt tilmæli ikki kann brótast, og myndugleikin, løgfrøðiliga, tí ikki kann fara eftir teimum, sum ikki halda tilmælini.

Men her vísti tað seg, at fólkið tók undir við tilmælunum, sum vórðu givin. Ansað var alla tíðina eftir, at tilmælini ikki vóru strangari enn neyðugt, og at tað var ein javnvág millum, hvussu forðast kundi fyri at ov nógv fólk doyðu og at heilsuverkið varð ov hart lastað og at samfelagið so ella so kundi halda fram at virka.

Tað vísti seg, at fólkið tók undir við hesum tilmælum, og helst onkursvegna sjálvt hevur ansað eftir, at øll hildu seg til hesi tilmæli – altso tann sosiali kontrollurin fungeraði.

[object Object]

Kostaði góða hálva milliard

Eftirmetingin kemur eisini inn á, hvussu koronakreppan ávirkaði eitt nú heilsuøkið, eldraøkið og onnur øki, hvussu samfelagið hevur tillagað seg, eitt nú innan samstarv og innan undirvísing og frálæru, men eisini hvussu kreppan hevur ávirka starvsfólkatrivnaðin á arbeiðsplássunum.

28 fólk doyðu við ella av korona í Føroyum, sambært frágreiðingini, svarandi til 518 deyð pr. millión fólk. Hetta er nakað meira enn í Íslandi, men nógv minni enn í nógvum øðrum londum, eitt nú í USA, Bretlandi og Italia, har talið av deyðum pr. millión íbúgvar lá oman fyri 2.500.

Koronakreppan kostaði landskassanum eina góða milliard krónur í árumum 2020 og 2021. Mest fór til  hjálparpakkar til vinnulív og mentan, 204 milliónir og tilbúgving, kanningar og kopppseting 152 milliónir (harav knappar 30 milliónir komu aftur fyri koronakanningar av ferðandi).

Løgmansskrivstovan ger vart við, at henda kanningin ikki er nøkur endalig eftirmeting, men ein partur av eini samlaðari eftirmeting, sum leggur dent á hvussu tað eydnaðist at stýra kreppuni.

Undir framløguni varð Rógvi Ólavsson spurdur um hví almenningurin ikki varð spurdur og heldur ikki Føroya Løgting. Svarið var, at tað varð ikki mett neyðugt fyri at gera júst hesa kanningina, sum einans skal metast sum ein av nógvum niðurstøðum, sum hava verið og verða gjørdar í sambandi við korona-kreppuna.

Eftirmetingin “Hvussu stýrdu Føroyar gjøgnum Covid-19 kreppuna?” kann lesast her 

Myndir: Sverri Egholm

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2023

3 Leygardagur 14. Jan 2023

Eik-stjóri dømdur at rinda 85,7 milliónir í endurgjaldi

Hinvegin eru formaðurin og nevndarformaðurin, Frithleif Olsen og Odd Bjellvåg fríkendir og harvið reinsaðir

Marner Jacobsen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eystari Landsrættur segði týsdagin dóm viðvíkjandi endurgjaldskravinum móti fyrrverandi stjóranum, táverandi nevndarformanninum og táverandi næstformanninum í Pf. Eik Banka.

Landsrætturin hevur dømt Marner Jacobsen, fyrrverandi stjóra at rinda 85,7 milliónir krónur til Finansiel Stabilitet, meðan teir báðir nevndarlimirnir, Frithleif Olsen og Odd Bjellvåg, eru fríkendir.

Landsrætturin hevur tikið avgerð í spurninginum um endurgjald fyri trý byggimál, eitt í Týsklandi, eitt í Føroyum og eitt í Danmark.

Landsrætturin hevur avgjørt, at ein av avgerðunum, játtan til nakrar týskar handilsmiðstøðir, ikki varð tikið á nøktandi grundarlagi, tí vanlig kredittmeting og aðrar eftirkanningar ikki vórðu gjørdar til tess at minka um váðan hjá bankanum.

Í hinum báðum málunum, var talan um fríkenning.

Í dóminum í Føroya rætti 18. n ovember 2019 vórðu teir tríggir dømdir til at gjalda tilsamans 150 milliónir krónur til Finansiel Stabilitet.

Eystari landsrættur avgjørdi eisini, at Finansiel Stabilitet skal rinda statskassanum 10 milliónir krónur í endurgjaldi fyri rættarmálið í Føroya rætti. Finansiel Stabilitet skal eisini rinda 3,75 milliónir krónur í rættarmálsendurgjaldi til teir báðar, Frithleif Olsen og Odd Bjellvåg.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2023

4 Leygardagur 14. Jan 2023

Góð trygging tryggjar Marner Jacobsen

Fyrrverandi forstjórin í Eik hevur eina trygging sum dekkar allar 85,7 milliónirnar, sum hann skal rinda í endurgjaldi

Marner Jacobsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Landsrætturin dømdi í vikuni Marner Jacobsen, fyrrverandi stjória í Eik Banka, at rinda 85,7 krónur til Finansiel Stabilitet. Hann fer tó ikki persónliga á húsagang orsakað av hesum, tí hann hevur eina trygging sum dekkar alla upphæddina.

Tað váttar hann fyri Frihedsbrevet.fo.

Hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar, men tað vil Odd Bjellvåg, sum saman við Frithleif Olsen varð fríkendur í málinum.

- Vit fingu okkum eina trygging, umleið 2005-06, upp á 100 milliónir fyri tap og 25 milliónir fyri sakarmál. Tað var púra vanligt tá. Allir bankar høvdu eina líknandi, sigur Odd Bjellvåg við Frihedsbrevet.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2023

5

Størv

Tvey vísindafólk ella tveir verkfrøðingar til dátuvísindi

Meira Umsóknarfreist: 15. oktober 2024

Grafisk designer till kommunikationsavdelning

Meira Umsóknarfreist: 31. oktober 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Riga

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Meira Umsóknarfreist: 27. oktober 2024

Nettøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum til demensdeildina, Suðurstovu.

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Landsgrannskoðanin søkir grannskoðara í tíðaravmarkað starv

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Spennandi lestrarstarv á HR- og fyrisitingardeildini hjá Atlantic Airways

Meira Umsóknarfreist: 28. oktober 2024

Barsilsstarv sum verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum

Meira Umsóknarfreist:

Góðskuleiðari til kryvjivirkið á Strondum

Meira Umsóknarfreist: 25. oktober 2024

Speditørur

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Løgfrøðiligur málsviðgeri við ábyrgd fyri talgildan

Meira Umsóknarfreist: 14. oktober 2024
6
Leygardagur 14. Jan 2023

Tá Bakkafossur kom á Glyvrar

Stór hátíðarløta var leygardagin, tá nýggjasta skipið hjá Bakkafrosti kom til landi og varð doypt Bakkafossur

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stór hátíðarløta var tá nýggjasta skipið í flotanum, Bakkafossur, stevndi inn á Skálafjørðin og legði at undir høvuðssætinum hjá Bakkafrosti á Glyvrum seinnapartin leygardagin. Nógv fólk vóru til móttøkuna, og nýttu eisini høvið at sleppa umborð at síggja skipið.

Nógv skip eru í flotanum hjá Bakkafrosti. Hetta eru bæði tvíkiljur men eisini fleiri størri skip.

Bakkafossur er nummar 89 í røðini, og sum skilst eru líkindi fyri, at fleiri skip verða bíløgd næstu árini. Tey skulu til dømis brúkast til alingina hjá Bakkafrosti í Skotlandi.

Jens Kristian Vang tók myndirnar. Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2023

7
Leygardagur 14. Jan 2023

Ein varði í hugsjónini at framleiða sunnan og burðardyggan laks

- Tað er ein gleði fyri okkum øll, sum varða av Bakkafrost, at Bakkafossur er komin. Hesin modernaði brunnbátur markerar enn ein varða í okkara hugsjón um at framleiða sunnan og burðardyggan laks í heimsflokki

Rúni M. Hansen: -Vit mugu stremba eftir at hava alla framleiðsluna so burðadygga sum gjørligt. Tí hava vit enn einaferð gjørt eina stóra íløgu í hetta skipið, Bakkafossur
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta segði nevndarformaðurin á Bakkafrosti, Rúni M. Hansen, við móttøkuna av nýggja brunnbátinum Bakkafossi.

Hann fegnaðist  eisini um, at íløgur í okkara virðisketu eisini eru við til at skapa spennandi størv og møguleikar í Føroyum, umframt munandi avleitt virksemi, sum gagnar lokalsamfelagnum. Víðari segði hann:

Framleiðsluvinna og váðar

“Aling er ein framleiðsluvinna, sum framleiðir burðardyggan mat til heimin, og tað er ein váðafull framleiðsluvinna. Vit plaga at siga, at størstu váðarnir eru marknaðurin og lívfrøðin. Vit hava tey síðstu nógvu árini roynt at minka so nógv sum gjørligt um tann lívfrøðiligan váðan. Hetta hevur kravt sera stórar íløgur, ja, íløgur í milliardaupphæddum.

[object Object]

Skipið, Bakkafossur, sum liggur her, er ein liður í hesum at minka um tann lívfrøðiliga váðan, og betra um umstøðurnar at ala. 

At skriva undir eina so stóra verkætlan 24. mars 2020, tá tað eina váðafulla beinið, nevniliga laksamarknaðurin úti í heimi lá í skeljasori, orsakað av átøkunum av korona, var ikki so lætt. Men vit vistu eisini, at skuldu vit betra um virksemið, minka um lívfrøðiliga váðan, og hugsa longri fram, so var neyðugt at betra umstøðurnar enn meira. Felagið var tíbetur so mikið væl fyri, at vit hildu, at vit kundu taka eitt tak, til tess at brynja okkum til framtíðina, uttan at missa tamarhaldið á støðuni uppá stutt sikt, sjálvt um kringumstøðurnar í táverandi løtu ikki vóru góðar.

[object Object]

Íløgur á landi

Framleiðslutíðin at ala ein laks er umleið 3 ár. Fyri 12 árum síðani var 1/3 av hesi framleiðslutíð á landi, og 2/3 av framleiðsluni var á sjónum. Í dag er tað øvugt. Við teimum átøkum og stóru íløgunum,sum eru framdar, eru 2/3 av framleiðslutíðini á landi og bert ein triðingur á sjónum. 

Men tíðin á sjónum er sera týdningarmikil, tí tá er man komin langt við framleiðsluni, og kostnaðurin er høgur, um alt ikki gongur eftir vild, og vit t.d. fáa stórt felli. Hetta er heldur ikki gott fyri umhvørvið. Vit mugu stremba eftir at hava alla framleiðsluna so burðadygga sum gjørligt. Tí hava vit enn einaferð gjørt eina stóra íløgu í hetta skipið, Bakkafossur, til tess at minka um lívfrøðiliga váðan, at fáa eina meira burðadygga framleiðslu og annars at brynja felagið til framtíðina.

Vinningur og hugni

Fyri góðum 100 árum síðani, í 1921, hevði Mikkjal á Ryggi eina røðu á fólkafundi í Reynsmúlalág. Heitið á røðuni var “Poesiurin í føroyskum vinnulívi”. Hann sigur m.a. soleiðis: “Vit arbeiða fyri vinning, ikki fyri poesi, tað er satt, men um væl skal vera, má bæði vinningur og nakað hugnaligt vera í arbeiðinum kortini. Er einki hugnaligt í tí, verður tað eitt slit, sum illa er til at halda út.” Hetta er so satt, sum tað er sagt. Vinningur skal til, men um einki “hugnaligt” - sum Mikkjal á Ryggi sigur - er í tí, so verður tað tungt. 

Hetta at síggja arbeiðið í einum størri samanhangi, hevur stóran týdning. Vit vara av einum stórum felag í føroyskum høpi og mugu lyfta í felag. Hetta er galdandi fyri okkum øll, bæði starvsfólk og manningina, sum stendur her.  Vit mugu ikki gloyma, at hetta má verða til frama fyri okkum øll - eisini samfelagnum yvirhøvur.

Eg vóni, at vit sum felag, saman við myndugleikunum, kunnu leggja lunnar undir eitt gott samfelag, okkum øllum at gagni.

Eg ynski bæði skipi og manning Guds signing, og sum vit hoyrdu í yrkingini, sum varð endurgivin, at vit mugu í øllum viðurskiftum biðja “Jesus, Harri loðsur ver”, segði Rúni M. Hansen, nevndarformaður til móttøkuna av nýggja Bakkafossi leygardagin.

Myndir: Jens K. Vang



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2023

8 Leygardagur 14. Jan 2023

Nýggja tyrvimóttøkan og reinsiverkið avhendað

Týsdagin varð nýggja tyrvimóttøkan og reinsiverkið úti í Nýggjheiðum í Kvívík avhendað. Nýggja plássið verður mett at nøkta tørvin næstu 30 árini

Tyrvihøllin (Mynd: IRF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Týsdagin var avhendingin av nýggju tyrvimóttøkuni og reinsiverkinum úti í Nýggjheiðum í Kvívík.

Á støðini er móttøka av tyrviburturkasti, eitt tyrvingarpláss og eitt reinsiverk til rottangaevju. Tað var í desember 2019, at IRF og Tórshavnar kommuna gjørdu samstarvsavtalu um felags viðgerð av tyrviburturkasti og rottangaevju, og arbeiðið, sum byrjaði í 2020, hevur gingið eftir ætlan. PB Consult hevur verið høvuðsráðgevi, og J&K Petersen hevur staðið fyri byggingini saman við undirveitarum.

Nú byggingin er liðug, verður fyrsta tíðin brúkt til royndarkoyringar, men skjótt væntast støðin at koyra eftir ætlan, og frameftir verður viðgerð av øllum tyrviburturkasti og allari rottangaevju úti í Nýggjheiðum.   

Útbjóðing av fyrsta byggistigi, sum umfataði avhegning av tyrvingarplássi, uppsamlingarveitir og leiðingsarbeiði, var boðið út á heysti 2019 og varð avhendað í mai mánað 2020. Annað byggistig, sum var spreinging og planering fyri bygningunum v.m. varð avhendað á heysti 2020. Triðja og seinasta byggistig varð boðið út á sumri 2020, og sáttmálin um høvuðsarbeiðstøku varð undirskrivaður 1.september 2020. J&K Petersen hevur gjørt øll trý byggistigini.

Staðsetingin av nýggju støðini er vald út frá tí góða og slætta lendinum úti í Nýggjheiðum í Kvívík, og so liggur støðin eisini í hóskandi frástøðu frá bygdum øki. Nógv orka er løgd í at laga verkætlanina so væl til lendið sum gjørligt.

Umframt at gera økið klárt at taka ímóti tyrviburturkasti og rottangaevju eru tríggir bygningar bygdir á økinum. Ein høll at savna saman tyrviburturkast, eitt reinsiverk til rottangaevju umframt eitt bilhús til rottangabilar.

Nýggja plássið verður mett at kunna nøkta tørvin komandi 30 árini.

[object Object]
Reinsiverkið (Mynd: IRF)

[object Object](Mynd: Suni Hansen / J&K Petersen)

Sí fleiri loftmyndir av Nýggjheiðum, tiknar fyrst í desember, her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2023

9 Leygardagur 14. Jan 2023

Fólkatalið tók nýtt met í desember - 54.227

Vøksturin í fólkatalinum er minkandi - í ár skuldu vit heilt til desember, áðrenn vanliga fráflytingin í august varð heintað innaftur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

1. desember í fjør búðu 54.227 fólk í Føroyum. Tað eru 620 fleiri enn árið frammanundan.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur harvið fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur hann tó verið lakari enn undanfarnu árini, og er minkaður úr 1,4 til 1,2 prosent uppá eitt ár. Árligi fólkavøksturin var størstur í 2018, tá hann var yvir 1,6 prosent.

Mánaðin frá 1. november til 1. desember vaks fólkatalið við 67 fólkum, so at vit aftur kundu staðfesta 1. desember, at fólkatalið ongantíð hevur verið so høgt fyrr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Tað er altíð soleiðis við fólkahagtølunum í Føroyum, at tey toppa í august, fyri síðan at minka í september, tá nógv, serliga ungfólk, flyta av landinum í lestrarárinum.

Vanliga skulu vit ikki heilt fram til 1. desember fyri at koma upp um toppin í august, men tað hendi í ár – eit tekin um at vøksturin er minkaður nakað.

Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum.

Seinasta árið, frá 1. desember 2021 til 1. desember 2022, vaks fólkatalið við 620. Íkastið frá nettoflytingini, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, var 502, meðan íkastið frá burðaravlopinum, sum er munurin millum fødd og deyð, var 118.

Burðaravlopið er minkað nógv samanborið við undanfarna tíðarskeið. Færri børn eru fødd, og fleiri eru deyð enn í undanfarna tíðarskeiði. Ein partur av minkaða burðaravlopinum verður uppvigað av nettoflytingini, sum er eitt sindur størri í hesum enn í undanfarna tíðarskeiði.  Vøkstur hevur verið í bæði tilflyting og fráflyting, men av tí at tilflytingin er vaksin meira enn fráflytingin, stendur nettotilflytingin við, skrivar Hagstovan á netinum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Mong flyta frá  fleiri flyta til

Trendurin fyri fólkatil- og -fráflyting vísir, at gongd kom aftur á flytingarnar síðst í 2020. Eftir tað vaks fráflytingin lutfalsliga skjótt, og seinasta árið hevur hon ligið millum 115 og 120 í miðal mánaðarliga. So stór hevur fráflytingin ikki verið síðani 2014.

Tilflytingin hevur verið javnt vaksandi síðani 2020, og síðsta hálva árið hevur hon ligið millum 160 og165 í miðal mánaðarliga. So stór hevur tilflytingin ikki verið síðan aldarskiftið. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Færri verða fødd  færri fella frá

Deyðatalið var óvanliga høgt í fyrru helvt av 2022, men síðani august eru deyðatølini minkaði aftur. Hendan minkingin sæst aftur í trendinum, sum lýsir gongdina í deyðatalinum.

Trendurin vísir eisini, at gongdin í føðitalinum hevur verið sera støðug í gott og væl eitt ár.

Fólkatalið í kommunum og bygdum

Fólkavøkstur var í 18 av teimum 29 kommununum. 

Størsti vøkstur í tali var í Tórshavnar kommunu. Lutfalsligi størsti vøkstur var í Fugloyar kommunu.

Fólkatalið minkaði í 10 kommunum. Størsta minking í tali var í Sumbiar kommunu. Lutfalsliga minkaði fólkatalið mest í Skúgvoyar kommunu. 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2023

10
Leygardagur 14. Jan 2023

Fáa undantak at landa uttanlands

Nógvi svartkjafturin, sum er fiskaður seinastu dagarnar hevur ført við sær, at bíðirøðin til Havsbrún er long. Nú hevur landsstýrismaðurin lýst kunngerð

(Mynd: Óðinn Magnason / Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, lýsti mikudagin nýggja kunngerð, so uppsjóvarskipini fáa undantaksloyvi at landa svartkjaft uttanlands.

Lógin sigur, at landast skal í Føroyum, men nú fáa skipini altso loyvi til at landa uttanlands til og við 1. mars 2023.

Seinastu dagarnar hava føroysk uppsjóvarskipini fingið nógvan svartkjaft, og tað hevur havt við sær langar bíðirøðir á Havsbrún.

Kunngerðin kom í gildi hósdagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2023

11
Leygardagur 14. Jan 2023

Nýggjasta og mest nýmótans fiskiskip í ríkinum

Av stóru fiskiskipunum, er Isafold tað mest umhvørvisvinarliga í ríkinum. Tað er eitt sokallað “elektro-diesel” skip. Tað lá herfyri á Fuglafirði

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Mánadagin lá nýggja danska pelagiska skipið Isafold á Fuglafirði, og landaði makrel til Pelagos.

Skipið kom sum nýbygningur úr Bilbao í Spania fyrst í desembur, og landaði nú av øðrum túri, og Pelagos hevur keypt báðar lastirnar. Isafold er eitt sera framkomið skip, men hvat er serstakt við tí?

- Av stóru fiskiskipunum er Isafold tað mest umhvørvisvinarliga í ríkinum. Tað er eitt sokallað “elektro-diesel” skip. Tað vil siga, at skipið ikki hevur ein stóran høvuðsmotor, men fimm smærri Yanmar motorar, sum starta upp eftir tørvi, og veita streym til elmotorar, sum dríva báðar skrúvurnar. Haraftrat er ein battarískipan á 1.130 kW. Tríggir motorar á 2.250 kW standa í maskinrúminum og tveir á 1.320 kW standa frammi undir bakkanum. Isafold er óivað fyrsta stóra pelagiska skipið við elektro-diesel sum drívmegi, sigur skiparin Karsten Mølgaard, sum eisini er ein av eigarunum.

- Isafold er 87 metrar long og 20 metrar breið, og lastarúmini eru tilsamans 3.700 fermetrar. Vit yvirtóku ein skipasáttmála frá Henning Kjeldsen, so skipið var teknað og farið í gerð eftir hansara tekningum, sum eisini hóska til okkara nýtslu, sigur hann.

- Vit skulu fiska sild, makrel, svartkjaft, hvítingsbróður, brisling og vónandi lodnu eisini. Skipið hevur sera góða køliskipan, er útgjørt bæði til trol- og nótafiskiskap og hevur síðuskrúvur bæði aftan og framman, sigur hann.

- Tað koma at vera umleið níggju mans við og tvær manningar hoyra til skipið. Skipið kemur at landa har prísurin er bestur, og nú er makrelprísurin bestur hjá Pelagos, og tí landa við her, sigur hann.

- Tá vit keyptu skipið, var tað tann samlaði handilin sum hevði okkara áhuga. Vit fingu eitt gott, stórt og nýmótans skip, sum var í gerð, og so fingu vit størri svartkjaftakvotu. Hetta er ein stór avgerð, sum vit trúgva og vóna er røtt. Tí vóna vit at gongdin hjá skipinum verður í lagið, sigur Karsten.

Gamla Isafold, sum er eitt gott skip frá 2006 er til sølu. Áhugi er fyri skipinum, men tað er ikki selt enn, sigur Karsten.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2023

12
Leygardagur 14. Jan 2023

Nýggjur fóðurflaki til Hiddenfjord

Herfyri kom nýggi flakin hjá Hiddenfjord til Sørvágs. Hann er gjørdur til at liggja ómannaður á útsettum aliøkjum

(Mynd: JT electric)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hóskvøldið í farnu viku kom nýggi fóðurflakin hjá Hiddenfjord til Sørvágs. 

Talan er um ein fóðurflaka, sum kann taka 700 tons av fóðuri, og hann hevur seks fóðurlinjur. Flakin er gjørdur til at liggja ómannaður á meira útsettum aliøkjum, skrivar JT electric, sum hevur bygt flakan fyri Hiddenfjord.

Umframt at hava ein stóran fóðurkapasitet, so er flakin fyltur við nýmótans tøkni, sum millum annað er framleidd á JT electric á Kambsdali.

Hetta er annar nýbygningur, sum JT electric byggir fyri Hiddenfjord.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2023

13
Leygardagur 14. Jan 2023

Tvey valevni til formanssessin í Maskinmeistarafelagnum

Stríðsval er um formanssessin hjá maskinmeistarunum. Tummas Eli Høj Joensen og Arnfinn Bech stilla upp

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Uppskot til formansval og nevndarval skuldi vera Maskinmeistarafelagnum í hendi í seinasta lagi 15. desember.

Og nú uppgjørt er, er greitt, at tað verður stríðsval í Maskinmeistarafelagnum.

Teir uppstillaðu eru Tummas Eli Høj Joensen, sum er verandi formaður, og Arnfinn Bech, sum starvast hjá Strandferðsluni.

Til nevndarval eru Regin Meyer Olsen, Klaksvík, Mortan Sólheim Olsen, Klaksvík, og Arnfinn Bech, Tvøroyri, uppstillaðir.

Fram til aðalfundin, sum verður í mars mánaði, ber til at atkvøða við brævatkvøðu á skrivstovu felagsins á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2023

14 Leygardagur 14. Jan 2023

Tingmenn: Ynskja ikki at avtaka dýra biðidag

Dýri biðidagur skal ikki avtakast í Føroyum, siga Helgi Abrahamsen, Sólvit Nolsø og Jenis av Rana við Trúboðan

At avtaka dýra biðidag hevði verið eini ógrundað og óneyðug boð at sent frá leiðslu landsins, sigur Jenis av Rana, formaður í MIðflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ongar ætlanir eru um at gera, eins og danir ætla, og avtaka dýra biðidag. Tað siga tingmenn úr Sambandsflokkinum, Framsókn og Miðflokkinum við Trúboðan.

Javnaðartingmaðurin Jóhannis Joensen segði í skrivi, at føroyingar ikki mugu gera sama feil sum danir, og er tað týdningarmikið, at fáa ein triltrongdan skáa frá gerandisliga meldrinum.

Sólvit Nolsø, tingmaður fyri Framsókn sigur eisini, at fíggjarligi vinningurin av at avtaka hendan frídagin ikki stendur mát við tað, vit missa við at avtaka hann.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum sigur við Trúboðan, at tað at avtaka hendan heiligdagin vildi verið "eini ógrundað og óneyðug boð at sent frá leiðslu landsins".

Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin vísir á, at halgidagslógin er yvirtikin, og eiga føroyingar einsamallir at taka avgerð um, hvørt dýri biðidagur skal avtakast ella ikki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2023

15 Leygardagur 14. Jan 2023

– Mugu ikki gera sama feilin sum danir

Føroyingar eiga ikki at gera, sum tey ætla at gera í Danmark, og strika dýra biðidag, sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hóast danska stjórnin ætlar at strika dýra biðidag frá komandi ári, eiga vit í Føroyum at halda fram við at halda hendan frídagin og heiligdagin.

Tað sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin í skrivi.

– Umframt at teir kirkjuligu heiligdagarnir minna okkum á kristna boðskapin, sum okkara samfelag er grundað á, so hava heiligdagarnir eisini eitt annað týdningarmikið endamál sum gagnar okkum bæði sum einstaklingar og sum samfelag, sigur Jóhannis Joensen, sum vísir á, at heiligdagarnir geva øllum "ein tiltrongdan skáa frá gerandisliga meldrinum".

Tingmaðurin sigur, at tað er umráðandi, at føroyingar ikki gera sama feilin sum danir.

– Vit krevja nógv av okkara borgarum í dag, og eg haldi, at tað er umráðandi at vit minnast til at geva okkurt aftur. Tað besta, vit kunnu geva aftur til borgaran, er tíð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2023

16 Leygardagur 14. Jan 2023

Nógv verða lumpað

Óvanliga nógvir kundar ringja til Betri banka og boða frá, at tey uppliva nógvar svikagerðir. Eitt nú sms-boð um, at tú ert í gongd við at gera eitt keyp

(Mynd: Betri banki)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Betri banki boðaði í vikuni frá, at óvanliga nógvir kundar ringja inn, og siga frá svikagerðum av ymsum slag, sum tey hava upplivað.

Tað kann t.d. vera eini sms-boð, sum boða frá, at tú ert við at gera eitt keyp, ella tað kann vera ein íløgusíða, sum lovar tær stóran vinning alt fyri eitt.

- Vit heita á allar okkara kundar um at vísa stórt varsemi, tá tað kemur til illgrunasom sms-boð ella teldupostar, sum biðja teg um at trýsta á eitt leinki. Eisini heita vit tykkum á at kanna trúvirði á heimasíðum, sum t.d. vilja hava teg at gera íløgur.

Her eru nøkur góð ráð frá Betri banka til at fyribyrgja svikagerðum:

- Um tú fært eini sms-boð frá NETS, so les boðini gjølla. Um tú ikki aktivt er í holt við at gera eitt keyp ella eina flyting, so merkir hetta, onkur annar hevur fingið fatur á upplýsingunum á tínum gjaldskorti. Sperra títt kort alt fyri eitt á Netbankanum ella á betri.fo/sperrakort

- Gev ongantíð nøkrum títt loynital til Netbankan. Hvørki vit í bankanum ella onnur spyrja um títt loynital fyri at hjálpa tær við Netbankanum.

- Deil ikki tølini á gjaldskortinum við onnur.

- Deil ikki Samleikan við onnur.

- Deil ikki loynitalið frá NETS við onnur.

- Ver varin um tú fært teldupostar ella sms, har tú verður biðin um at gjalda ella dagføra gjaldsupplýsingar. Trýst ongantíð á leinkjur, sum biðja um trúnaðarupplýsingar. Kanna økisnavnið og rita heldur inn á teirra heimasíðu, um okkurt skal dagførast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2023

17 Leygardagur 14. Jan 2023

Einar gjørdist millióningur: - Oyjøsus oyjøsus navn

Í fyrsta høggi rakti Einar Thorsteinsson á reyða leypin og vann 1,1 millión krónur

(Skíggjamynd: Kvf.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Gott lag í Vági í gjárkvøldið. Tað var Einar Thorsteinsson, sum varð heppin og kom í gjøgnum við fullari plátu í Gekkinum.

Í fyrsta høggi eydnaðist honum at lenda á reyða leypinum. Frammanundan hevði hann deilt vinningin, sum hesaferð var 3,2 milliónir, í trý, og 1,1 millión var tí á hvørjum leypi.

Einar Thorsteinsson hevði hepnið við sær, og fekk 1,1 millión við sær.

- Oh my god, var fyrsta reaktiónin frá einum ovur fegnum Einari. Ein øgilig málageipan hoyrdist aftanfyri, og telefonir fóru at ringja.

- Hatta var ótrúligt. Oyjøsus oyjøsus navn, segði hepni millióningurin.

Gekkurin komandi fríggjakvøld er 2,2 milliónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2023

18 Leygardagur 14. Jan 2023

Hjartastartarar fara at síggjast á Sona

Føroya Tele og Ansni Tilbúgving hava skrivað undir avtalu um, at hjartastartararnir, sum eru skrásettir á heimasíðuni hjartastartari.fo, verða vístir á Sona appini og sona.fo. Tænastan verður sett í verk í endanum av komandi viku

(Mynd: Føroya Tele)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ansni Tilbúgving, sum hevur til endamáls at betra um førleikarnar hjá okkum føroyingum at bjarga lívi, hevur 267 skrásettar hjartastartarar, sum eru staðsettir runt í øllum landinum.

Avtalan millum Føroya Tele og Ansni Tilbúgving merkir, at staðseting og upplýsingar um hesar skrásettu hjartastartarar verður atkomuligt og skjótt at finna á Sona appini og sona.fo.

Síðani 2018, tá ið Føroya Tele kom við Sona appini, hava nærum 50.000 føroyingar tikið appina niður, meðan í miðal 5.000 vitjandi eru á sona.fo um dagin. Jógvan Jensen, leiðari á ANSNI Tilbúgving, er fegin um, at landsumfatandi yvirlitið yvir hjartastartarar verður sjónligt og lætt atkomuligt á Sona.

[object Object]
Jógvan Jensen, leiðari á ANSNI Tilbúgving, og Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti, tá ið avtalan varð undirskrivað (Mynd: Føroya Tele)

- Hetta tryggjar, at fólk í eini handarvending kunnu gera seg til fyri at finna nærmasta hjartastartara, tí tíðin er altavgerandi, tá ið talan er um lívbjarging, og tørvur er á hjartastartara, sigur Jógvan Jensen, leiðari á ANSNI Tilbúgving.

Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti, sum er dótturfelag í Føroya Tele samtakinum, er eisini fegin um avtaluna við Ansni Tilbúgving.

- Sona er fjøltænasta, og tað frøir okkum, at Ansni Tilbúgving fær atgongd til eina lætta og skjóta skipan, sum er ment til endamálið, tá ið fólk hava tørv á hjartastartara í akuttari støðu, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti.

Avtalan inniber, at Ansni Tilbúgving er umsitari, meðan Føroya Tele veitir tøknina, sum er karmur um tænastuna. Avtalan er galdandi í fimm ár.

Síðstu fyrireikingarnar verða nú gjørdar, og í endanum av næstu viku verður tænastan sett í verk á Sona appini og sona.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2023

19 Leygardagur 14. Jan 2023

Góðar 8.000 gistinætur í november

Gistinæturnar í november 2022 vóru stívliga 2.300 færri enn í november 2021, skrivar Hagstovan

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í november 2022 vóru góðar 8.000 gistinætur á føroysku gistingarhúsunum, ið er ein fjórðingur færri enn sama mánað í 2021.

Sambært Hagstovuni vóru gistinæturnar stívliga 2.300 færri í november 2022 samanborið við sama mánað árið fyri, og gistinæturnar vóru eisini færri í september og oktober enn sama tíðarskeið í 2021.

Flestu gistingarnar – 93 prosent – eru í høvuðsstaðarøkinum. Tað er sama býti sum í november 2021.

Føroyingar áttu 44 prosent av gistináttunum í november, ið er seks prosentstig hægri enn í november 2021. Ferðafólk úr Danmark, og útlendsk ferðafólk úr øðrum londum enn Danmark áttu ávikavist 30 og 26 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2023

20 Leygardagur 14. Jan 2023

Vaksandi vitjanir út í Kalsoynna

Nógv fleiri ferðafólk taka nú bussin heldur enn at taka egnan bil við yvir um fjørðin

Í fjør fekk Kalsoyggin enn eitt ferðafólkamál - minnisstein fyri James Bond á norðuri á Kallinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í fjør vórðu 72.000 flutt aftur fram um Kalsoyarfjørð við Strandferðsluni. Harvið var aftur met sett fyri áhugan at vitja Kalsoynna, tí talan var um ein vøkstur á ferðafólkatalinum á 4,2 prosent í mun til 2019 sum var árið við flest ferðafólkum í oynna.

Hetta upplýsir Spf. Visit Kalsoy, sum hevur heintað ferðafólkatalið og sammett við aðrar leiðir.

Aðrar leiðir hava ikki havt eins stóran vøkstur og Kalsoyarleiðin. Eitt nú er ferðafólkatalið til Mikinesar lækkað við 26,6 prosentum í mun til 2019, Fugloyarleiðin er minkað 3,4 prosent og ferðafólkatalið um flogvøllið er 4,2 prosent lægri enn metárið 2019.

Tá tosað verður um ferðafólk í Kalsoynni, verður ofta sipað til áðrenn og eftir 2014, sum er árið, tá standmyndin av Kópakonuni varð sett upp á helluni í Mikladali.

Í 2014 flutti strandferðslan 38.335 fólk um Kalsoyarfjørð, og hetta talið er sostatt næstan tvífaldað hesi seinastu átta árini.

Bussarnir hjá Strandferðsluni flyta eisini munandi fleiri fólk. Í 2014 hevði Bygdaleiðin á Kalsoynni 4.412 ferðandi – í fjør vóru tey 18.839, meðan talið av bilum, ið eru fluttir um fjørðin er hækkað frá 5.854 í 2014 til 9.244 í 2022.

Men í mun til metárið 2019, er talið av fluttum bilum lækkað frá 9.670 í 2019 til 9.244 í fjør – ein lækking á 4,4 prosent. Hinvegin er talið av ferðafólkum á leið 506 hjá Bygdaleiðum næstan tvífaldað hesi seinastu trý árini. Í 2019 flutti bussurin hjá Bygdaleiðum 9.693 ferðafólk – í fjør vóru tey 18.839 – ein hæking á 94,4 prosent!

Visit Kalsoy fegnast um, at bussleiðin í oynni varð dagførd í 2019, sum førdi til, at nógv fleiri ferðafólk nú brúka bussin heldur enn at taka egnan bil við út í oynna.

Víst verður eisini á, at aðrir privatir bussar eisini koyra á Kalsoynni, so veruliga ferðafólkatalið við bussi er væl meira enn talvan vísir. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2023

21 Leygardagur 14. Jan 2023

Á rættari kós á burðardyggu leiðini

Havnin er nú komin á topp 30-listan yvir burðardygg ferðamál

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Havnin er nú komin á topp 30-listan yvir burðardygg ferðamál. Hetta verður staðfest í úrslitinum í sokallaðu GDS-skrásetingini fyri 2022.

Í 2019 gjørdust Tórshavnar Kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands limir í Global Destination Sustainability Index, sum er ein skipan, ið metir um burðardyggleika hjá ferðamálum. Skipanin verður kallað GDS-skrásetingin.

Endamálið var at menna eina grønari leið fyri ferðavinnuna í Havnini og í Føroyum sum heild. Úrslitini á GDS-skrásetingini seinastu trý árini vísa, at miðvísa arbeiðið við burðardyggari menning innan ferðavinnu, hevur givið góð úrslit.

Nevnast kann, at fyrsta árið vóru Føroyar á einum eysturevropeiskum støði, næsta árið á vestevropeiskum støði, og í 2022 eru Føroyar komnar á norðurlendskt støði, sum annars var eitt høgt mál, sum varð sett til 2025.

- Eg eri errin av, at okkara býur hevur megnað at klatra upp eftir GDS-skrásetingini, soleiðis at vit nú eru á støði við norðurlendskar býir. Tað er hugaligt at síggja, at ferðavinnan tekur undir við burðardyggu menningini, sum er okkum øllum at gagni, sigur forkvinnan í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu, Kristianna Winther Poulsen.

Borgarin við í tiltøkunum

Býirnir skulu svara áleið 70 spurningum, sum snúgva seg um alt frá dygdini á luftini, ætlanir og politikkir innan burðardygd og grønar góðskuskipanir.

GDS hevur í metingini eisini víst á, at ein av styrkjunum hjá føroyingum er, at í ymiskum tilgongdum hava breiðan hóp av borgarum við, har ymiskar meiningar verða hoyrdar innan týdningarmikil mál.

Eisini verður víst á Closed for Maintainance-átakið sum eitt “best practice” fyri endurskapandi ferðavinnu. Harumframt hava vinnuferðavinnutiltøk møguleika at søkja um stuðul frá kommununi. Ein av treytunum fyri hesum stuðuli er, at tiltakið skal geva býnum og borgarunum okkurt aftur.

Besta dømið um hetta er ráðstevnan “Football is Medicine”, ið varð heiðrað á altjóða vinnuferðavinnuráðstevnu í Krakow í 2022. Tey vunnu heiðurin “Incredible Impact Award” fyri teirra framúr úrslit av ráðstevnuni, har tey hava prógvað, at fótbóltur er heilsufremjandi.

Hægri mál í 2030

- Vit í Visit Faroe Islands arbeiða miðvíst fram móti at verða millum heimsins mest burðardyggu ferðamál. Okkara burðardyggi politikkur hevur sum mál, at 80% av okkara gistingarhúskømurum hava eina burðardygga góðkenning í 2030, og at 80% av føroyingum hava ein jaligan hugburð til ferðavinnu, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Hóast góða úrslitið frá í ár er hugvekjandi, er neyðugt, at arbeiðið heldur fram, og at nýggj mál áhaldandi verða sett. Í løtuni verður millum annað arbeitt við at seta fleiri tiltøk í verk innan burðardygd í ferðavinnuni, og at fáa góðkenningar til gistingarhús, matstovur og flogvøllin.

GDS-skrásetingin er eitt hent arbeiðsamboð, ið setir strong krøv. Miðalstøðið í londunum kring okkum hækkar hvørt ár. Hetta setir krøv til, at ferðavinnan í Føroyum, Tórshavnar kommuna og Føroyar sum heild halda fram at arbeiða miðvíst við burðardygd.

Tíðindaskriv frá Tórshavnar kommunu

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2023

22 Leygardagur 14. Jan 2023

Tórshavnar kommuna bjóðar út grundøki til íbúðarbygging

Talan er um trý grundøki undir Fjalli, á tilsamans 26.000 fermetrar, og tvey við Villingardalvegin í Havn, sum eru tilsamans 22.000 fermetrar

Hetta økið undir Fjalli verður boðið út til bygging av íbúðum (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tórshavnar kommuna bjóðar nú fleiri grundøki út til bygging av íbúðum.

Talan er um trý grundøki undir Fjalli og tvey við Villingardalvegin í Havn.

Matriklarnir undir Fjalli, ið eru um 26.000 fermetrar tilsamans, liggja í markinum millum tann bygda býin og hagan, og tískil skulu vegur og tekniskar leiðingar leggjast til stykkið. Teir liggja tó tætt við gerandishentleikar, so sum Glasir, Skúlan á Fløtum og Bónus, ið liggja undir 500 metrar frá økinum, skrivar kommunan.

Útboðið verður skipað á tann hátt, at tilboðsgevari gevur prís upp á økið, har treyt er sett um, at tað einans kunnu byggjast íbúðir á stykkinum. 

[object Object]
Við Villingardalsvegin (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Matriklarnir vestan fyri Villingardalsvegin, tilsamans umleið 22.000 fermetrar, liggja sum framhald av einum hamara. Hamarin gongur sum ein rond í ein útnyrðing frá ovara enda av Villingadalsvegnum og framvið Undir Fjalli og Miðhorn.

Útboðið verður skipað á tann hátt, at tilboðsgevari letur tilboð upp á:

  • Keyp av lendi umframt endakostnað fyri hvønn lut ella leigumál
  • Neyva frágreiðing av verkætlanini
  • Neyva frágreiðing av toyminum, sum bjóðar

Freistin at lata inn tilboð er 13. februar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2023

23 Leygardagur 14. Jan 2023

Nýggjárskonsertin 2023

Føroya Symfoniorkestur og kór høvdu tvær væl eydnaðar nýggjárskonsertir farna vikuskiftið

Hanne Marit Mordal (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyri fullum Norðurlandahúsið spældi Føroya Symfoniorkestur og -kór tvær væleydnaðar nýggjárskonsertir farna vikuskitið.

Tríggir solistar vóru hesaferð - allir føroyingar.

Baritonsangarin Herfinnur Árnafjall sang í fullari mundering Toreador-ariuna úr operuni Carmen hjá Georges Bizet.

Sopranurin Hanne Marit Mordal sang ariuna "O zittre nicht, mein lieber Sohn" úr Gandafloytuni hjá Mozart.

Og klaverleikarin Ernst Remmel spældi sannførandi krevjandi fyrsta sats úr kleverkonsert no. 2 hjá russiska tónaskaldinum, Sergej V. Rachmaninov.

Sverri Egholm tók myndirnar. 

[object Object]
Herfinnur Árnafjall

[object Object]

[object Object]Ernst Remmel

[object Object]
Hanne Marit Mordal og Bernharður Wilkinson, orkesturleiðari

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2023

24 Leygardagur 14. Jan 2023

Jasmin verður jazzygold

Vestmannagentan Jasmin Mote er farin í nýtt svenskt samstarv, og er á skránni á Trondheim Calling festivalinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tú kennir nokk Jasmin Mote úr bólkinum JASMIN: Tey vunnu Sement 2017, hava útgivið tvær EPir, vunnið tríggjar FMA virðislønir, spælt nógv uttanlands og ikki minst her heima í Føroyum, hava tey spælt til tey flestu tiltøkini, sum hava verið.

Nú, eftir fleiri litrík ár í JASMIN, hevur Jasmin Mote avgjørt at byrja av nýggjum við sínum egna soloprojekti: “jazzygold”.

Jasmin hevur longu arbeitt í loyndum við hesum nýggja projektinum í tvey ár, har hon hevur ferðast aftur og fram til Stokkhólms at framleiða sín nýggja tónleik saman við Daniel Hedberg, Ida Rehnberg, Ellu Öfwerman og Kristofer Cepevski.

Hon hevur arbeitt hart at finna fram til hendan nýggja tónleikasamleikan, og er nú endiliga klár at vísa verðini hvør hon veruliga er.

“jazzygold” er longu bókað at spæla á Trondheim Calling, einum showcase festivali í Norregi, í samstarv við FMX.

Fylg við “jazzygold” á sosialu miðlunum: Instagram Facebook   


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2023

25 Leygardagur 14. Jan 2023

Matstovan Noma steingir um tvey ár

Í staðin fyri at vera ein matstova, verður Noma eitt laboratorium, sum mennir úrdráttir og heldur skeið og onkuntíð borðreiðir á støkk-upp tiltøkum

René Redzepi, stovnari og eigari av matstovuni Noma í Keypmannahavn (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Heimskenda danska matstovan, Noma í Keypmannahavn, sum fleiri ferðir er kosin besta matstova í heiminum og eisini verður mett sum fremsti slóðbrótari innan matkynstur, steingir um tvey ár.

Tað upplýsir stovnarin og eigarin av Noma, René Redzepi í eini samrøðu við New York Times.

Í samrøðuni greiðir René Redzepi frá, at tað í longdini ikki fer at bera til at dríva matstovu á tann hátt, sum Noma verður rikin, og at tað er orsøkin til at tey gevast við virkseminum móti ársenda 2024.

Í staðin skulu hølini á Refshaleøen gerast til eina matstarvsstovu – matlaboratorium – sum skal menna úrdráttir til nýggjastu uppfinningina: Noma Projects, ið fer at selja fermenteraðar sósir, skeið og annað viðkomandi umvegis ein pall á internetinum.

Harumframt fer staðið at vera ramma um einstøk støkk-upp-upplivilsir – “at borðreiða fyri gestum fer framvegis at vera ein partur av tí vit eru, men at vera ‘ein matstova’ verður ikki longur tað, ið definerar okkum”, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Noma.

Arbeiðsviðurskiftini í matstovuvinnuni hava verið nógv frammi hesa seinastu tíðina, skrivar Politiken, og her hevur sjóneykan eisini verður sett á Noma, eitt nú fyri ikki at løna teimum 20 til 30 sokallaðu ‘stagiaires’ – praktikantunum – sum eru við til at gera matin. Hetta hevur ført til, at Noma sínan er farin at løna praktikantunum eisini.

Arbeiðsviðurskiftini hava eisini fingið átalu: “Tey ganga so ræðuliga høgt uppí, at alt á borðiskinum skal vera handfarið so gott, men ikki um tað, ið gongur fyri seg aftanfyri. Grønmetið hevur tað betrið enn starvsfólkini”, segði ein ónavngivin Noma-kokkur í eini grein í Weekendavisen.

Við New York Times leggur Redzepi tó dent á, at neiliga umrøðan ikki hevur havt ávirkan á avgerðina um at steingja matstovuna fyri gestum.

Í eini samrøðu við Berlingske sigur René Redzepi, at broytingin hevur verið undir fyrireiking síðan koronafarsóttin byrjaði, og at avgerðin tí ikki er ein avleiðing av negativu umrøðuni.

Noma lat upp í 2003 í niðjastu hædd í gamla pakkhúsinum á Norðuratlantsbryggjuni, har eisini føroyska og grønlendska umboðsstovan og íslendska sendistovan eru. Seinni flutti matstovan, eftir ein støðg, út í nýbygd høli á Refshaleøen.

Matstovan hevur fingið tríggjar stjørnur frá Michelin guidini fleiri ferðir og er eisini fleiri ferðir kosin heimsins besta matstova av ’World’s 50 Best Restaurants Awards’. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2023

26 Leygardagur 14. Jan 2023

Seinasti kongurin í Grikkalandi deyður

Konstantin II, sum var giftur Anne-Marie, systir Margretu drotning, gjørdist 82 ára gamal

Fyrrverandi grikski kongurin avmyndaður í 2001 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrrverandi grikski kongurin, Konstantin II er deyður, 82 ára gamal.

Grikskir miðlar skriva, at hann doyði av hjartatilburði í heimi sínum í grikska høvuðsstaðnum Athen. Leygardagin varð boðað frá, at fyrrverandi kongurin var innlagdur, og at støðan var hættislig.

Seinastu árini hevur Konstantin verið innlagdur fleiri ferðir. Hann var m.a. raktur av koronu tvær ferðir. Seinast hann varð sæddur alment var á einum tiltaki í Athen, har hann sat í rullistóli.

Konstantin, sum var giftur Anne-Marie, systir Margretu drotning, var kongur av Grikkalandi frá mars 1964 til apríl 1967, har herurin framdi eitt kvett og tók valdið. Konstantin royndi at fremja eitt mótkvett, men tað miseydnaðist, og vórðu hann og konan tvungin at fara í útlegd.

Eftir at fólkaræðið í Grikkalandi varð endurstovnað, varð við fólkaatkvøðu í 1974 avgjørt at avtaka kongshúsið, og var tað tá, at tíðin hjá Konstantin kongi formliga kom at enda.

Gjøgnum árini hava fyrrverandi kongurin og drotningin av Grikkalandi búð saman í Rom, London og Grikkalandi.

Eftir sita, umframt konan, Anne-Marie, fimm børn og níggju abbabørn. Nevnast kann eisini, at Konstantin var gubbi bretska William prins.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2023

27 Leygardagur 14. Jan 2023

Týsk rakett skjótt klár at vera skotin út í Hetlandi

RFA – Rocket Factory Augsburg – hevur sett fyrsta útskjótingarpallin upp á Lamba Ness norðast á Unst

(Mynd: SaxaVord Spaceport)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Rúmdarævintýrið á Unst norðast í Hetlandi, er nú komið enn nærri veruleikanum, nú tað júst er kunngjørd ein samstarvsavtala millum SaxaVord Spaceport og týsku rúmdarfyritøkuna Rocket Factory Augsburg, RFA.

Í Hetlandi hevur tað tó ikki verið nakað loyndarmál, at týska fyritøkan hevði stórar ætlanir í Hetlandi, tí fólk frá fyritøkuni hava hesar seinastu vikurnar verið á Unst fyri at byggja fyrsta útskjótingarpallin har. 12 metra høgi útskjótingarpallurin hevur fingið navnið Fredo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Arbeiðið við at byggja tann næsta, ið verður uppkallaður eftir júst deyðu Elizabeth drotning, er byrjað, skrivar ShetNews.

Langtíðar partalag

Mikudagin gjørdist tað so alment, at týska rúmdarfyritøkan og SaxaVord Spaceport eru farin í langtíðar partalag, hvørs fyrsta mál er at senda fyrstu rakettina út seinni í ár.

Her verður talan um fyrstu lodrættu rakettútskjótingina av bretskari og eisini evropeiskari jørð.

Fyrr í vikuni stóð bretska felagið, Virgin Orbit, fyri eini rakettútskjóting longur suðuri í Bretlandi, sum tó miseydnaðist. Her var ikki talan um eina lodrætta útskjóting frá landi, men um eina rakett, ið varð flogin við flogfari upp í 10 kilometra hædd fyri síðan at verða slept har.

Jörn Spurmann, rakstrarstjóri hjá týsku RFA, sigur fyri ShetNews, at tað var sannførandi verandi logistikkur og undirstøðukervi umframt skjóta verksetingar- og broytingarevni, sum var orsøkin til, at Rocket Factory Augsburg valdi at fara í samstarv við hetlendsku rakettstøðina.

- Vit trúgva fult og fast upp á bretsku rúmdarætlanina og eru sannførd um, at okkara tvísiffraða milliónaíløga á staðnum er væl útgivin, leggur Jörn Spurmann afturat.

Liggur væl fyri

Stjórin fyri SaxaVord Spaceport, Frank Strang, greiðir frá, at í mun til ynskini hjá týsku fyritøkuni, so liggur rakettstøðin í Hetlandi sera væl fyri í mun til krøvini hjá RFA, sum snúgva seg um at frakta last, fylgisveinar, í polarar sólar-synkronar ringrásir, sum tað verður kallað.

- Vit fara at stuðla RFA í øllum tí við kunna, við testum, eftirliti, brennievni og trygd, umframt at veita veðurforsøgnir og atgongd til okkara netverki til heintan av dátum, sigur Frank Strang.

Júst í sambandi við at taka niður dátur frá uppsendu rakettunum, hava Føroyar verið nevndar sum eitt væl egnað stað til jørðstøðir. Føroya Tele hevur verið partur í hesum ætlanum.

Fylgisveinarnir, sum týska fyritøkan RFA skal senda upp, eru í høvuðsheitum ætlaðir til samskifti og eftirlit á/av jørðini.

Dátur frá hesum fylgisveinum kunnu brúkast í fleiri vinnugreinum. Dømi um nýtslu er eitt nú optimering av logistikki, eftiransing av skógareldum, so hesir verða uppdagaðir beinanvegin, kanning av jarðfrøðiligum viðurskiftum, innsavning av heilsudátum, til sjálvkoyrandi bilar umframt veðurlags- og umhvørvisverju.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2023

28 Leygardagur 14. Jan 2023

Nato og ES styrkja samstarvið

Hetta er triðju ferð, at ES og Nato skriva undir samstarvsavtalu

Charles Michel, ES-forseti, Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, og Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna á tíðindafundi í Brússel (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Týsdagin skrivaðu Nato og ES fyri triðu ferð undir avtalu um at stykja samstarvið millum felagsskapirnar.

Í høvuðssætinum hjá Nato í Brússell skrivaðu Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato og Charles Michel, ES-forseti, og Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini undir samstarvsavtaluna.

Avtalan skal viðvirka til at tryggja arbeiðsbýtið millum felagsskapirnar, skrivar Ritzau.

– Stýrið í Moskva ynskir eitt annað Evropa. Vit mugu halda fram at styrkja samstarvið millum ES og Nato. Og at styrkja stuðulin til Ukraina, sigur Jens Stoltenberg.

ES og Nato hava skrivað undir líknandi samstarvsavtalur í 2016 og 2018, skrivar DR. Undir krígnum í Ukraina hava Nato-limalondini stuðlað við vápnum til Ukraina, meðan ES hevur veitt fíggjarligan stuðul og sett í verk revsitiltøk móti Russlandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2023

29 Leygardagur 14. Jan 2023

Republikanari hevur logið um sína bakgrund

Nývaldi tinglimurin fann upp eina íspunna persónligheit undir valstríðnum

George Santos (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

34 ára gamli republikanski George Santos úr New York er komin í harðan andróður bert tveir mánaðir eftir, at hann varð valdur inn í umboðsfólkatingið í USA á fyrsta sinni.

Santos verður skuldsettur fyri at hava logið um seg sjálvan og fortíð sína. Men hann sýtir fyri at ganga krøvum frá floksfeløgum á møti, og siga tingsessin frá sær.

- Eg eri valdur til tess at tæna fólkinum í triðja valdømi í New York, ikki at tæna flokkinum ella politikkarum, skrivar hann á Twitter.

Boðini koma eftir, at ein røð av republikanarum úr New York í vikuni á einum tíðindafundi heittu á Santos um at taka seg aftur eftir avdúkingarnar um “lygn oman á lygn” um hansara starvsleið og fortíð.

Tíðindafundurin varð hildin bert tveir dagar eftir at ein óheftur eygleiðari skuldsetti Santos fyri at hava brotið lógina fyri fígging av valstríðnum.

- Tað er bara lygn oman á  lygn oman á lygn. Tað gjørdist eitt mynstur, segði Joseph Cairo, ið er floksformaður í Nassau County í New York á tíðindafundinum.

Skuldsetingarnar koma eftir at miðlar hava skrivað um, at Santos so at siga hevur íspunnið persónin, sum hann segði seg vera undir valstríðnum.

Hann skal hava logið um sína útbúgving frá New York University og Baruch College. Ongin á hesum lærustovnum kennir til mannin.

Harumframt hevur hann sagt, at hann hevur arbeitt fyri Goldman Sachs og Citigroup – og tað er heldur ikki satt.

Tað er heldur ikki satt, at hann er jødi og at omma og abbi hansara eru sluppu undan nasistunum undir øðrum heimsbardaga.

- At hann kann finna upp at penta saman søguna um, at omman og abbin sluppu livandi frá Holocaust er ikki til at fata. Tað er snøgt sagt ósømiligt og andstyggiligt, sigur republikanarin Bruce Blakeman frá Nassau County.

- Hann er ein skemdarblettur fyri umboðsfólkatingið, leggur hann afturat.

Republikanararnir hava ein tepran meiriluta á 222 móti 221 í umboðsfólkatinginum. Republikanski tingformaðurin, Kevin McCarty sigur tó, at hann ikki hevur ætlanir um at trýsta Santos til at siga sessin frá sær, skrivar Reuters. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2023

30 Leygardagur 14. Jan 2023

Kevin McCarthy loksins valdur til formann fyri Umboðsmannatingið

Á 15. atkvøðugreiðsluni eydnaðist tað honum at tryggja sær neyðugu undirtøkuna

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna leygardag eydnaðist tað loksins 57 ára gamla republikanska Kevin McCarthy at fáa nóg mikið av atkvøðum til at gerast nýggjur formaður fyri amerikanska Umboðsmannatingið. Hetta, eftir at meirilutin í seinastu 14 atkvøðugreiðslunum hevði atkvøtt ímóti.

Tað endaði við, at 216 av 428 tinglimum atkvøddu fyri.

Talan var um longstu tilnevningartilgongd í 164 ár, skrivar Ritzau. Hetta var fyrstu ferð síðan 1859, at tað skuldu fleiri enn níggju atkvøðugreiðslur til at velja nýggjan formann.

Kevin McCarthy avloysir demokratin Nancy Pelosi, sum forfólk í Umboðsmannatinginum.

Í november, eftir at tað var greitt, at demokratarnir høvdu mist meirilutan í Umboðsmannatinginum eftir miðskeiðsvalið, boðaði 82 ára gamla Nancy Pelosi frá, at hon ikki ætlaði sær av halda fram sum forkvinna hjá demokratunum í Umboðsmannatinginum. 52 ára gamli demokraturin Hakeem Jeffries varð síðani valdur til demokratiskan minnilutaleiðara uttan mótvalevni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2023

31 Leygardagur 14. Jan 2023

Osonlagið verður endurskapt í 2040

Tað gongur framá við osonlagnum eftir at CFC-gass vórðu bannað

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Einaferð vóru hol í osonlagnum mett at vera millum mest vandamiklu veðurlagsvanlukkurnar.

Men nú sær út til at osonlagið, ið verjir okkum móti vandamiklari geisling frá sólini, kann verða endurskapt innan 2040.

Tað er metingin í eini frágreiðing frá ST.

Tað fer at taka eitt sindur longri tíð at endurskapa osonlagið yvir pólunum. Tí verður roknað við, at lagið ikki er fult endurskapg yvir alla jørðina fyrr enn í 2066, framgongur av frágreiðingini.

Osonlagið er batnað støðugt, síðan Montreal-avtalan varð samtykt í 1989.

Montreal-avtalan var ein altjóða avtala um at gevast við at brúka CFC-gass, ið eru við til at oyðileggja osonlagið.

Fyrr vórðu CFC-gass brúkt eitt nú í bjálvingarskúmi og í køliskipanum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2023

32 Leygardagur 14. Jan 2023

Hetlendingar fáa endurgjald fyri streymloysi

Elveitingarfelagið SSEN rindar 2.700 hetlendskum brúkarum tilsamans 5,6 milliónir krónur í endurgjaldi

(Mynd: BBC)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hetlendingar, sum mistu streymveitingina undir kavastorminum í desember, fáa nú endurgjald frá ravmagnsfelagnum.

BBC skrivar í vikuni, at 660.000 pund, svarandi til knappar 5,6 milliónir krónur eru á veg til Hetlands.

Í desember fór streymveitingin um stóran part av Hetlandi undir kavastormi. Fleiri túsund heim høvdu ikki streym, nøkur í fleiri dagar.

Orkufelagið Scottish and Southern Electricity Networks, SSEN, lovar nú endurgjald til teir brúkarar, sum ikki høvdu fingið streymin aftur innan tvey samdøgur. Endurgjaldi er á upp til 700 pund – knappar 6.000 krónur.

2.700 brúkarar fáa endurgjald – tilsamans 660.000 pund. Tilsamans 5.200 heim mistu streymin.

SSEN mátti senda 150 teknikarar og linjufólk til Hetlands fyri at bøta um skaðarnar. Tey harðast raktu høvdu ongan streym í seks samdøgur, skrivar BBC. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2023

33 Leygardagur 14. Jan 2023

Nýtt avgerandi stig á leiðini til oljuútbygging við markið

Norska fyritøkan Altera Infrastructure hevur skrivað undir sáttmála við Equinor at umbyggja framleiðsluskip til olju- og gassleiðina Rosebank skamt frá føroyska markinum

Her er skipið, sum fer at taka upp oljuna í Rosebank kelduni nær føroyska markið
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta vóru kærkomin tíðindi fyri orkuvinnuna bæði í Bretlandi og í Noregi, har tað í løtuni verður bíðað í spenningi eftir eini endaligari avgerð hjá Equinor at byggja út Rosbank kelduna til framleiðslu. Ta avgerðina fer felagið helst at taka í næstum.

Men sum eitt týðandi stig á leiðini hevur Equinor gjørt sáttmála fyri umleið tvær milliardir krónur at umbyggja framleiðsluskipið Petrojarl Knarr til nettupp Rosebankleiðina.

[object Object]

Altera, sum eigur skipið, hevur gjørt avtalu við Aker Solutions um at standa fyri umbyggingini, ið fyrst og fremst fer at snúgva seg um at elektrifisera framleiðsluna umborð. Eitt krav sum bretskir myndugleikar hava sett fyri at kunna góðkenna nýggjar útbyggingar. 

Petrojarl Knarr er annars serbygt til at arbeiða í havøkjum við harðbalnum veðurlag so sum á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar. Skipið er bygt í Suðurkorea í  2014 og fer nú at vera umbygt í Dubai. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2023

34 Leygardagur 14. Jan 2023

Grøna vindorkuskiftið: Plásstrot í evropeiskum havnum

Tað gongur ov seint at útbyggja havnir i Evropa og her ikki minst kring Norðsjógvin til at kunna veita tænastur til skjótt vaksandi havvindorkuvinnuna

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta vísir ein kanning, sum vindmylnuframleiðarin Vestas hevur gjørt, sambært blaðnum Ingeniøren. Greiningin, sum Vestas hevur gjørt, vísir, at einans 12 havnir í Evropa liva upp til at kunna tryggja veitingar og havnapláss til tær túsundtals risastóru vindmyllurnar, sum skulu setast upp í Evropa komandi árini og sum er í tráð við grøna orkuskiftið.

[object Object]

[object Object]

Sambært kanningini verða tað um tvey ár einans 14 kaiøki í 12 havnum, sum hava nóg mikið av plássi til at kunna goyma tær støðugt størri vindmyllurnar, sum eftir ætlan skulu setast upp til havs skrivar Søfart. 

- Longu frá 2025 fara vit at síggja plásstrot í havnunum. Tær kunnu ikki fylgja við teimum politisku ætlanunum um øking av vindmylnuorkuni sigur Keld Kristensen frá Vestas.

Eisini kring okkara leiðir, bæði í Hetland og í Skotlandi, gera havnir seg út til at kunna taka ímóti eftirspurninginum, sum verður til tíggjutals stórar havvindmylnulundir. Hetta ger seg eisini galdandi í økinum vestan fyri Hetland, har vindmylnulundir ætlandi um ikki so mong ár skulu veita streym til verandi og komandi olju- og gasspallar í økinum umframt at kunna veita streym til framleiðslu av grønari orku og brennievnum av ymsum slag. 

Eisini í Føroyum er man so smátt farin at hyggja at møguleikunum og avbjóðingunum, sum møguligar havvindmylnulundir um okkara leiðir kunnu reisa. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2023

35 Leygardagur 14. Jan 2023

Endalig støða takast til orkuútbyggingar eystan fyri Føroyar í ár

Framtíðar olju- og gassvirksemið í bretska partinum av Norðsjónum sleppur at standa sína roynd tíðliga í hesum árinum 

Í vikuni lat 33. leitiúbjóðingin eftir olju og gassi á bretska landgrunninum aftur. Violettu økini eru tey, sum søkjast kann um, meðan tey gulu eru øki, sum oljufeløg longu hava lagt seg á
SkrivaÐ:

Jan Müller

GreiningTað er ein ókend og tvílig - ambivalent - støða, sum orkuvinnan í Bretlandi  fer inn í í hesum nýggja árinum.

Øðrumegin rudda stóri eftirspurningurin eftir orku her m.a. eisini gassi og olju eins og  høgi orkuprísurin slóð fyri nýggjum virksemi. Hinumegin togar nýggjur orkuskattur og grøna mótstøðan tann øvugta vegin. Tað er tí ein heldur ógreið støða, sum bretska orkuvinnan er komin í, nú eitt nýtt ár stendur fyri framman. 

[object Object]

Um somu tíð sum bretska stjórnin vil hava orkuvinnuna at gera íløgur í ikki bert varandi orku men eisini olju og gass, tí landið vil gerast óheft at innfluttari orku úr Russlandi serliga, so er eisini mótstøða millum politikarar bæði í Onglandi og Skotlandi at leitast skal eftir olju og enn minni at útbyggjast skulu longu funnar olju- og gassleiðir. Hóast hesa støðu so hevur stjórnin í London tó gjørt púra greitt, at olju- og gassvirksemið í Norðsjónum ikki bert skal halda fram men mennast og víðkast. 

Hyggja vit eftir gongdini eystan fyri Føroyar, so kunnu vit tó rokna við fleiri hendingum, sum eisini kunnu fáa týdning fyri framtíðar olju- og gassleiting við Føroyar. 

Leitiútbjóðing letur aftur

Tann 12. januar lat 33. leitilútbjóðingin eftir olju og gassi í Norðsjónum og her eisini eystan fyri Føroyar aftur. Stórur spenningur er í orkuheiminum, hvussu undirtøkan fer at verða fyri nýggjari leiting, sum nú hevur ligið í dvala í tvey ár.      

Tað var m.a. kríggið í Ukraina við teimum avleiðingum tað hevði fyri orkuveiting og orkutrygdina í Evropa, sum hevði við sær, at bretska stjórnin tók stig til at lata uppaftur fyri leiting eftir olju og gassi. Hetta fyri at kunna tryggja, at Bretland í framtíðini kann gerast óheft at innfluttari olju og gassi m.a. úr Russlandi.

Hóast Bretland ikki longur er limur í ES, so er hetta í tráð við orkupolitikkin, sum skuldi koma í gildi í ES 1. januar, har gass og kjarnorka verða mett sum grøn orka. 

Spurningurin er so, um nýggi eykaskatturin á serliga olju- og gassfeløg fer at hava við sær, at færri feløg fara at søkja um nýggj leitiloyvi. Hetta hóast partur av nýggju skattaskipanini sleppur feløgum undan eykaskattinum, har tey gera íløgur í nýtt virksemi so sum leiting og útbyggingar. 

Í útbjóðingini, sum verður latin aftur í morgin, eru eisini fleiri øki boðin út, sum liggja tætt við føroyska markið. Um áhugi er fyri hesum kann tað møguliga geva eitt tekin um, hvørt orkufeløg vilja gera íløgur í hesum umráðinum sum heild, tvs. møguliga eisini fara at hyggja eftir undirgrundini føroysku megin markið, ikki minst um stóru útbyggingarnar av Cambo og Rosebank keldunum við markið fara av bakkastokki. 

Útbyggingar á skránni

Eitt er so leitingin. Annað eru útbyggingar av olju- og gassleiðum, sum longu eru funnar. Her hava orkufeløgini Equinor og Itacha Energy longu boðað frá, at tey tíðliga í hesum árinum fara at taka endaliga støðu til útbygging av teimum báðum risakeldunum Rosebank og Cambo, sum liggja stutt frá føroyska markinum.

Aftrat hesum fara eisini BP og TotalEnergies at taka støðu til enn tvær útbyggingar, nevniliga Clair South og Glendronach. So nógv stendur uppá spæl í hesum partinum av Atlantsmótinum nærhendis Føroyum. 

[object Object]Cambo og Rosebank keldurnar eystan fyri føroyska markið skulu helst útbyggjast við framleiðsluskipi og palli umframt útbúnaða og rørleiðing á havbotninum til gass

Herfyri bórust so tíðindi um, at umrøddu oljufeløg hava skipað seg í ein bólk, sum skal arbeiða fram móti at elektrifisera allar útbyggingarnar. Tvs. at tær skulu rekast við streymi antin úr landi ella frá havvindmyllum. Hetta er eitt krav frá bretsku myndugleikunum fyri at geva útbyggingarloyvi.

Elektrifisering er vorðið eitt av lyklaorðunum í orkutilgondini kring allan Norðsjógvin og nú eisini á Atlantsmótinum, sum er økið milllum Føroyar og Hetland. At brúka grønan streym heldur enn gass til at reka pallar við fer at minka munandi um CO2 útlátið. Í førum við upp til 70 prosent. 

Stóru ætlaninar og íløgurnar í fleiri havvindmylnulundir bæði eystan og vestan fyri Hetland hava alstóran týdning fyri hesa elektrifiseringsætlan, eins og framtíðar olju- og gassútbyggingarnar fara at hava stóran týdning fyri framtíðar havvindorkuframleiðarar. Ì vikuni frættist, at norska Equinor hevur gjørt avtalu við veitarar at gera eitt framleiðsluskip klárt til komandi framleiðslu á Rosebank leiðini eystan fyri Føroyar.  

Komandi mánaðirnir fara tí eftir øllum at døma at hava avgerandi týdning fyri framtíðina hjá olju- og gassvinnuni í økinum vestan fyri Hetland. Her eru longu funnar olju- og gassleiðir, sum teljast millum tær størstu á breska landgrunninum í heila tikið. Tíðin fer so at vísa, hvønn veg tað ber. 

Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, Shell, sum tók seg úr stóru útbyggingarætlanini av Cambo í fjør, men sum framvegis eigur 30 prosent av kelduni, hevur nýliga boðað frá, at tað framvegis hyggur eftir útbyggingarmøguleikum her.

Nevndarformaðurin í fyristøðufelagnum fyri Cambo, Ithaca Energy, segði herfyri, at brikkarnir eru so smátt við at koma uppá pláss viðvíkjandi útbyggingini av Cambo.

Tað kundi ljóðað sum Shell kortini verður partur av eini útbygging, og møguleiki er so sjálvandi eisini fyri, at okkurt annað felag vil keypa seg inn í loyvið tætt við føroyska markið.

[object Object]Hóast skotska stjórnin í Edinburgh vil seta ferð á niðurraðfesting av olju og gassi, liggur endaliga avgerðin hjá bretsku stjórnini í London, og hon hevur gjørt greitt, at olju- og gassvirksemið í Norðsjónum skal uppraðfestast.

[object Object]

Ósemja  millum skotskar politikarar og vinnuna 

Alt hetta hendir um somu tíð, sum stór ósemja hevur tikið seg upp millum olju- og gassvinnuna í Skotlandi og skotsku stjórnina, ið júst hevur latið kunngera eina nýggja orkustrategi. Henda hevur sum endamál at skunda undir grøna orkuskiftið í Skotlandi við eitt nú at niðurraðfesta olju- og gass frá Norðsjónum. Bretskir miðlar gera nógv burtur úr nýggja útspælinum frá skotsku stjórnini og vísa m.a. á, at tað hevur til endamál heilt at steðga olju- og gassvirkseminum í Norðsjónum um 20 ár. 

Umboð fyri vinnuna eru sera ónøgd við útspælið frá skotsku SNP/grønu stjórnini og siga, at hon er við at taka grundarlagið undan vinnuni, sum telur 90.000 størv bara í Skotlandi.

[object Object]

Ein teirra, sum hevur funnist harðliga at skotsku stjórnini og hennara olju- og gasspolitikki er kendi skotski vinnulívsmaðurin Sir Ian Wood, sum heldur stjórnin er við at undirgrava ein stóran og týðandi part av skotska vinnulívinum, sum landið fer at hava stóran tørv á í framtíðini. Og at hetta eisini kann hava álvarsligar avleiðingar fyri orkutrygdina hjá øllum Bretlandi. 

Aðrastaðni í vinnuni verður isini verður víst á, at talan er bara um proklamatiónir frá stjórnini í Skotlandi, tí hon veit, at tað í síðsta enda er stjórnin í London, sum hevur avgerandi orðið í orkupolitikkinum, og tað er framvegis, at olju- og gassvirksemið í Norðsjónum skal mennast fyri at gera Bretland óheft at innfluttari orku eins og tað er avgerandi fyri sjálva orkutrygdina. Uppaftur onnur spyrja, hvør skal gjalda fyri eina møguliga loysing frá Bretlandi, um eingin olju- og gassvinna er eftir. 

Umboð fyri skotsku stjórnina siga harafturímóti, at skal Paríssáttmálin haldast, so er neyðugt at ganga burtur frá olju og gassi, og tess skjótari tað verður gjørt, tess skjótari fæst eisini gongd á grøna orkuskiftið. Hetta siga umboð fyri vinnuna er ikki rætt, tí júst olju- og gassvinnan eru ein týðandi leikari í royndunum at fremja tað grøna orkuskiftið. 

Umboð fyri meginfelagið hjá bretsku orkuvinnuni, Offshore Energies UK, Jenny Stanning, sigur sambært Energy Voice, at olja og gass hava og fara framvegis at hava alstóran týdning fyri orkuveitingina í øllum Bretlandi.

79 prosent av allari orkunýtsluni í Skotlandi stavar frá olju og gassi. Umleið 24 milliónir húsarhald í øllum Bretlandi, 85 prosent, verða upphitað við gassi, og 42 prosent av streymnýtsluni stava frá gassi. Aftrat hesum koyra 32 milliónir akfør við bensini og diesel. Hesar sannroyndir vísa, at Bretlandi fer at tørva olju og gass í fleiri tíggjutals ár aftrat, sigur Stanning. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2023

36 Leygardagur 14. Jan 2023

Norskt reiðarí bannar flutningi av elbilum av trygdarorsøkum

Ein váðagreining fær norska reiðaríið Havila Kystruten til at taka avgerð um at banna flutningi av el- og hybridbilum

Eitt av skipunum hjá Havila, Havila Capella, sum ikki longur fer at flyta el- og hybridbilar
SkrivaÐ:

Jan Müller

Av trygdarorsøkum hevur Havila Kystruten gjørt av at steðga flutningi av el- og hybridbilum á sera nógv troyttu siglingarleiðini millum Bergen og Kirkenes, eisini betri kend sum “Hurtigruten”. Hetta skrivar Søfart.

Havila hevur loyvi til fýra av teimum 11 skipunum, sum røkja rutuna. Felagið Proactima hevur gjørt eina kanning fyri Havila um trygdina umborð, tá el- og hybridbilar eru partur av flutninginum.

Havila hevur út frá niðurstøðuni í kanningini gjørt av, at einans bilar, sum brúka fossilt brennievni kunnu flytast. Bent Martini, stjóri fyri Havila partinum av rutuni sigur, at avgerðin at steðga el- og hybridbilum byggir á eina trygdarmeting, har eldibrandur frá fossilum bilum kann steðgast av skipanum og tí manning, sum er umborð.

Harafturímóti krevur eldibrandur í einum elbili hjálp uttanífrá og kann seta mannalív umborð og skipini í váða.

- Vit raðfesta trygdina, og hetta er sjálvandi ein váði, sum vit ikki ynskja at vera partur av sigur stjórin.

Kystruten hevur stóran týdning fyri norska strandarsamfelagið her serstakliga teir norðastu partarnar av landinum. Fleiri staðnis undir 5-6 daga langa túrinum er long leið til at fáa hjálp frá trygdartænastum á landi, um eldur kemur í ein elbil umborð.

Vandin við eldibrandi í einum el- og hybridbili litium-ion battaríini er tann, at hesin ikki kann  sløkkjast á vanligan hátt.

Umboð fyri reiðaríið vísa á, at tað kann kennast eitt sindur paradoksalt, at teir mest umhvørvisvinarligu bilarnir ikki longur kunnu flytast umborð, samtíðis sum fleiri av hybridskipunum hjá Havila verða rikin við stórum LNG battaríum. Hesi battarí eru tó væl tryggjað og vard í serútgjørdum hølum.

Noreg er tað av heimsins londum, sum hevur flest el- og hybridbilar í mun til fólkatalið. Tøl frá 2021 vísa, at av 176.276 seldum bilum í Noregi, vóru teir 113.715 elriknir. Talið av hybridbilum var 40.464. Nýggir bensin- og dieselbilar eru í avmarkaðum tali, skrivar Søfart.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2023

37 Leygardagur 14. Jan 2023

07 Vestur og ÍF leggja fyri

Landskappingin í fótbólti hjá monnum byrjar 4. mars, og endar 28. oktober

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Skráin fyri Betri Deildina 2023 hjá monnum er nú klár. Lagt verður fyri á Dungasandi í Sørvági leygardagin 4. mars, har 07 Vestur fær vitjan av ÍF.

Fyrsta vikuskiftið í mars verður sjøtul settur á Betri Deildina 2023 hjá monnum, og síðan verður spælt mest sum uttan íhald til seinast í oktober mánað.

Leygardagin 4. mars tekur 07 Vestur ímóti ÍF, og sunnudagin 5. mars eru hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari á skránni. KÍ fær vitjan av TB, HB og B68 spæla í Havn, Víkingur og B36 hittast í Norðragøtu, og á Eiði tekur EB/Streymur móti AB.

Síðsta umfar áðrenn summarsteðgin er á skránni 1. og 2. juli, og síðan verður lagt fyri aftur hósdagin 27. juli, tá AB og B68 spæla ársins ólavsøkudyst Inni í Vika á Argjum.

Landskappingin hjá monnum endar leygardagin 28. oktober, og tá verður spælt soleiðis: KÍ-Víkingur, EB/Streymur-HB, ÍF-B68, AB-B36 og 07 Vestur-TB.

Øll leikskráin sæst her

Stórsteypadysturin, sum í ár er millum KÍ og Víking, verður á Tórsvølli leygardagin 25. februar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2023

38 Leygardagur 14. Jan 2023

Fyrrverandi norskur A-landsliðsleikari til KÍ

35 ára gamli Vegard Forren, sum hevur 33 A-landsliðsdystir í skjáttuni, hevur skrivað undir við meistararnar

Vegard Forren
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

329 dystir í bestu deildini í Noregi, 33 A landsliðsdystir og var einaferð seldur fyri umleið 40 milliónir krónur.

Tað er CV, sum nýggi KÍ-leikarin, Vegard Forren, hevur.

Miðverjin úr Norregi hevur gjørt sáttmála við meistararnar fyri komandi kappingarár, og verður tøkur frá 6. februar, boðar KÍ frá.

Vegard Forren, sum er 35 ár, hevur áður umboðað Molde, Southampton, Brighton, Brann og Træff.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2023

39 Leygardagur 14. Jan 2023

Mikkel Dahl aftur til HB

Havnar Bóltfelag skrivaði í vikuni sáttmála við danska toppskoraran frá 2021

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

HB brynjar seg til komandi kappingarár við aftur at innlima toppskoraran frá undanfarna ári í hópin.

Talan er um danska áleyparan, Mikkel Dahl, sum skoraði 27 mál í 25 dystum fyri HB undanfarna kappingarár. Tað var danski fótbóltsmiðilin, Tipsbladet, sum var fyrstur við hesum tíðindunum. HB váttaði tíðindini seinni mánadagin.

Nú 29 ára gamli Mikkel Dahl kom til HB í 2020 og spældi hálvtannað ár fyri HB. Farna kappingarár hevur hann umboða íslendska felagið Leiknir í Reykjavík. Í Leiknir gekk tað ikki so gott. Mikkel Dahl skoraði fýra mál, og liðið flutti niður í næstbestu deildina.

Mikkel Dahl triði danski leikarin, sum kemur til felagið undan kappingarbyrjan. Hinir báðir eru Mads Borchers og Mathias Præst Nielsen, sum koma frá ávikavist 07 Vestur og AB.

[object Object]
Mikkel Dahl gjørdist toppskorari í Betrideildini 2021


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2023

40 Leygardagur 14. Jan 2023

Heimasandsmaður heldur fram í Gundadali

Hópurin hjá HB er um at vera upp á pláss til kappingarárið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hópurin hjá HB byrjar at líkjast, og nú hevur FM-biðilin skrivað undir við Dan í Soylu um at taka eitt tørn afturat.

Umframt Dan í Soylu hevur HB gjørt sáttmála við fýra nýggjar spælarar. Teir eru Matthias Præst Nielsen, Mads Borchers, Viljorm Davidsen og Mikkel Dahl.

Dan í Soylu, sum er heiman av Sandi, spældi í nøkur ár á U18-liðnum hjá HB, og var eitt skifti á Argjum og í Sundalagnum og leikti, men kom aftur í Gundadali í 2018.

Síðan tá hevur hann verið meira ella minni fastur maður á miðjuni, har tað higartil er blivið til 152 dystir og 29 mál á besta liðnum.

– Hann er spælskiparin, sum kann stýra dystinum, og kann skapa vandamiklar støður. Eg eri eisini ovfarin av hansara defensiva arbeiði, tá tað kemur til at leggja trýst á mótstøðuliðið og at vinna bóltin. Eg haldi hann er tann besti spælarin á sínum plássi, sigur HB-venjarin Dalibor Savic við heimasíðuna hjá felagnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2023

41 Leygardagur 14. Jan 2023

Rói skrivað undir við KÍ

Rói M. Hentze er nýggjur málverji hjá klaksvíkingum

Rói Mørk Hentze verður framyvir KÍ-málverji (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað hevur ljóðað í eina tíð, at Rói M. Hentze og KÍ hava havt samráðingar, og í vikuni skrivaðu partarnir so undir.

Rói M. Hentze er 22 ára gamal, og hevur áður umboðað B36 og B68.

Sostatt hava klaksvíkingar tryggjað sær annan málverjan. Í Fótbóltsprát í útvarpinum mánadagin, segði Jákup Ósá frá Bolt.fo og Norðlýsinum, at leysasøgur vóru, at málverjin í fjør og ein part av 2021, Mathias Rosenørn, møguliga heldur fram.

[object Object]Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Magne Hoseth, og Rói M. Hentze (Mynd: KÍ)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2023

42 Leygardagur 14. Jan 2023

- HB er tað rætta fyri meg

Eftir sekstan ár sum yrkisleikari hevur Viljormur Davidsen valt at flyta aftur til Føroyar. Partvíst fyri at vera saman við familjuni, men eisini tí at landsliðsbakkurin metir, at hansara ambitiónir samsvara væl við tær hjá HB

- HB er størsta og mest vinnandi felagið í Føroyum, og eg vil gjarna vera við á ferðini at fáa HB upp aftur á fremsta plássið. Eg havi ambitiónir um at vinna, tí eg havi enn mítt fyrsta meistaraheitið til góðar. Og so eri eg eisini sera spentur uppá at sleppa at spæla europeiskar dystir.
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eftir 16 ár sum yrkisleikari uttanlands skal Viljormur Davidsen nú fyri fyrstu ferð av álvara royna seg í føroysku landskappingini. Sum ungur fór hann til Danmarkar at spæla við OB, og burtursæð frá trimum dystum fyri barndómsfelagið NSÍ í 2012, hevur hann bara spælt uttanlands í Danmark, Noregi og Svøríki.

Í 2013 skifti hann til Vejle, har hann av álvara slerdi sítt navn fast. Har spældi hann 207 dystir í 9 ár, m.a. sum liðskipari. Hann er tann útlendingurin, sum hevur spælt flest dystir fyri Vejle. Síðsta árið hevur hann spælt í bestu svensku deildini við Helsingborg. 

Hevði tilboð aðrastaðni

Hóast boð vóru aðrastaðni frá, hevur hann valt at flyta heim til Føroyar.

– Eg var leysur av sáttmálanum við Helsingborg, og hugsaði um hvat næsta stigið skuldi verða. Familjan flutti til Føroyar fyri einum ári síðani, og saknurin hevur verið stórur. Eg havi haft ein góðan dialog við HB, og ambitiónirnar hjá mær og felagnum samvara. So man kann siga, at tíðin var røtt at flyta heim, meðan eg enn havi okkurt at bjóða sum fótbóltsspælari. Eg eri enn svangur eftir at náa meira.

Viljormur hevur sum nevnt bert spælt tríggjar dystir í føroysku landskappingini, og sambært egnari útsøgnu, skal hann nú prógva sítt virðið í føroyskum fótbólti. Og fyri hann var HB tað upplagda valið.

– HB er størsta og mest vinnandi felagið í Føroyum, og eg vil gjarna vera við á ferðini at fáa HB upp aftur á fremsta plássið. Eg havi ambitiónir um at vinna, tí eg havi enn mítt fyrsta meistaraheitið til góðar. Og so eri eg eisini sera spentur uppá at sleppa at spæla europeiskar dystir. Nakað, sum eg ikki havi roynt fyrr. So hetta er eitt perfekt “match”. 

Kemur við einum vinnaravilja og nógvum royndum

Sum yrkisleikari uttanlands í 16 ár og við 64 landsdystum í skjáttuni, er tað ein ógvuliga royndur maður, ið vit fáa í hópin. Og hansara royndir fara at koma serliga okkara ungu spælarum til góðar.

– Á vøllinum komi eg við teimum dygdum, sum fólk kenna meg fyri, har eg altíð gevi meg 100 prosent. Uttan fyri vøllin komi eg við einum vinnaravilja, sum vónandi kann geva íblástur til mínar viðleikarar. Eg eri ein, sum ikki er nøgdur við at standa í stað. Eg vil allatíð flyta meg enn meira, og seta mær sjálvum høg mál.

Við sínum 31 árum hevur Viljormur enn fleiri góð ár eftir í sær. Nakað sum trý-ára sáttmálin eisini ber boð um.

– Eg eri 31 ár, og í besta fótbóltsaldri. Eg havi júst havt eitt kappingarár, har eg havi spælt allar minuttirnar í bestu svensku deildini og á landsliðnum. Eg havi nógv at prógva í føroyskum fótbólti, og eg eri svangur eftir at vinna. Harumframt havi eg eisini eitt landsliðspláss, sum eg skal varðveita. So hetta var akkurát rætta tíðspunktið fyri meg at koma heim aftur og at spæla fyri HB, sigur Viljormur at enda.

- Viljormur fer at spæla við 3-talinum á rygginum. Harvið fara vit aftur at síggja “3 Davidsen” á vøllinum, tvey ár eftir at systkinabarn hansarar, Jógvan Rói, gavst at spæla fótbólt, skrivar Havnar Bóltfelag á heimasíðuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2023

43 Leygardagur 14. Jan 2023

Andri Benjaminsen aftur til NSÍ

Toftamaðurin hevur fleiri ferð umboðað NSÍ áður, og skal nú vera við til at vinna runavíkingum pláss í Betri deildini aftur

Andri Benjaminsen og Karstin Joensen, formaður (Mynd: NSÍ)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir trý ár í B68, skiftir Andri Benjaminsen til NSÍ. Eitt felag, sum 24 ára gamli miðvallaleikarin fleiri ferð áður hevur umboðað.

NSÍ spælir næsta kappingarár í næstbestu deildini, og skal royna at vinna seg uppaftur í Betri deildina og til sunnudagsfótbólt.

- Hóast tað er NSÍ, sum burdi givið Andri eina føðingardagsgávu, so er tað øvut hesaferð. Á sínum 24-ára føðingardegi í dag gevur hann okkum gulu eina stóra gávu, tí hann hevur júst skrivað undir ein 2-ára sáttmála við NSÍ, skrivaði nsi.fo hósdagin.

Andri hevur spælt 68 dystir í bestu deildini og 104 dystir í næstbestu deildini. Í hesum báðum deildunum hevur hann skotið heili 59 mál.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2023

44 Leygardagur 14. Jan 2023

Nýggj ljósskipan á Ovara vølli

Nýggja skipanin lýkur krøvini til dystir í Betrideildini, men eisini ES-standardin fyri ljósdálking, so órógvið á grannarlagið er avmarkað

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Umstøðurnar at sparka fótbólt á ovara vølli í Gundadali í Havn er munandi batnaðar, nú nýggj ljósskipan er sett upp kring vøllin.

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at ljósskipanin nú lýkur krøvini, sum Fótbóltssamband Føroya setur í vallarreglugerðini til ljósskipanir á vøllum til dystir í Betri-deildini.

Umsitingin hjá kommununi hevur saman við veitarum og ráðgevum arbeitt við, at tryggja, at ljósdálkingin til grannalagið verður avmarkað. Nýggja ljósskipanin lýkur tí EU-standardin DS/EN12193 fyri ljósdálking.

Ljósskipanin, útgerð og stýringsskipan til hesa, er veitt av donsku fyritøkuni NorthLED Aps. Uppsetingin av ljósskipanini, umframt annað elarbeiði, er veitt av Tummasi Eli Hansen el-innleggjara. MEST hevur veitt og tilevnað stálið.

Ráðgeving í sambandi við el-innleggingar og eftirkanningar av mastrum v.m. er gjørt av LBF, ráðgevandi verkfrøðingum. 

[object Object](Mynd: Tórshavnar kommuna)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2023

45 Leygardagur 14. Jan 2023

Lukasz Cieslewicz verður HB-venjari

HB hevur sett høvuðsvenjara til besta kvinnuliðið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

35 ára gamli plendingurin Lukasz Cieslewicz fer at standa á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá HB.

Avtala er gjørd við hann um at verða høvuðsvenjari komandi tvey árini.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sum hjálparvenjara hevur Lukasz fingið ein garvaðan HBara, nevniliga Óla Hendrik av Fløtum. Óla Hendrik var í fjør fysiskur venjari hjá EB/Streymi, men áðrenn hetta hevur hann í fleiri umførum verið virkin í venjaraleiklutum í HB. Arbeitt verður eisini við at seta ein málmansvenjara til kvinnurnar, og hesin verður væntandi settur innan stutta tíð, sigur HB.

Lukasz er eitt vælkent navn í føroyskum fótbólti, har hann hevur spælt síðani 2011. Fyrst fleiri ár við B36, síðani Víkingi og síðstu tvey árini við B68.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2023

46 Leygardagur 14. Jan 2023

HB-leikari skiftir til KÍ

Rebekka Benbakoura er uppvaksin í HB, men skiftir nú reyða og svarta búnan út við kongablátt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍ ætlar sær aftur í ár at vera í toppinum í føroyskum kvinnufóbólti, og hetta ber styrkur úr HB boð um.

Rebekka F. Benbakoura, sum eisini er landsliðsleikari, hevur skift til KÍ, og skal røkja tey álopskendu plássini.

Hon var við til venjingina hjá besta kvinnuliðnum hjá KÍ við Djúpumýru týskvøldið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2023

47 Leygardagur 14. Jan 2023

Lene Terp gevst sum landsliðsvenjari

Føroyski kvinnulandsliðsvenjarin hevur avgjørt at flyta til Danmarkar aftur, og tí endar samstarvið, sigur FSF

Lene Terp varð sett sum venjari á kvinnulandsliðnum í 2021 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Lene Bjerning Terp hevur síðan ársbyrjan 2021 verið í starvi sum landsliðsvenjari hjá kvinnum og mennari í FSF.

Hesi bæði árini hevur Lene havt bústað og gerandisdag í Føroyum, men nú hevur hon gjørt av at flyta aftur til Danmarkar, og í tí sambandi endar samstarvið millum hana og FSF.

– Vit eru sera glað fyri tað arbeiðið, sum Lene hevur gjørt fyri føroyskan fótbólt og serliga kvinnusíðuna hesi bæði árini, og vit ynskja henni alt tað besta, nú hon fer aftur til Danmarkar at búgva, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari við heimasíðuna hjá FSF.

[object Object]Lene Terp (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

Umsitingin í Fótbóltssambandinum fer nú undir at leita eftir nýggjum høvuðsvenjara til kvinnulandsliðið, og at hildið verður fast í ætlanini um at hava fulltíðarsettan landsliðsvenjara.

Skráin hjá kvinnulandsliðnum er í vár merkt av venjingum og vinardystum, og í heyst verður so farið undir at spæla Nations League á fyrsta sinni á kvinnusíðuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2023

48 Leygardagur 14. Jan 2023

Ferðin hjá hoyvíkskvinnum byrjað

H71-kvnnurnar komu til Keypmannahavnar hósdagin, og flugu víðari til Porto í gjár. Koyrt verður við bussi yvir um markið til Spania

(Mynd: H71)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hetta vikuskiftið skulu H71-kvinnur aftur at royna seg í europeiskum hondbólti, tá áttandapartsfinalur í European Cup skulu spælast móti sponsku Atletico Guardés.

Báðir dystirnir verða leiktir í býnum A Guarda, sum liggur við vesturstrondina í Spania, nærhendis markið til Portugals.

Føroyska liðið fór til Keypmannahavnar hósdagin, og fleyg víðari til Porto í gjár. Koyrt varð síðani við bussi yvir um markið til Spania.

Atletico Guardés hevur seinastu mongu árini gjørt seg galdandi í toppinum av bestu sponsku deildini og liggur í løtuni nummar 9. Liðið var spanskur meistari í 2017.

Dystirnir verða leiktir í dag og í morgin, báðar dagar klokkan 18.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2023

49 Leygardagur 14. Jan 2023

KÍF loypti hvøkk á steypavinnaran Fleyr

Kollfirðingar iðra seg um, at trý stig ikki vóru fingin til høldar ímóti verandi steypavinnaranum, Fleyr

(Mynd: Mjølnir)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Steypakappingin, kvinnur, bólkur 1:
Fleyr – KÍF 3-2 (20-25,    23-25, 25-21, 25-9, 15-13)

Kollfirðingar iðra seg um, at trý stig ikki vóru fingin til høldar ímóti verandi steypavinnaranum, Fleyr, eftir at hava vunnið tvey tey fyrstu settini og verið á odda 20-18 í triðja setti. Fleyr javnaði tó til 20-20 – og sjálvur Messi hevði verið errin av tí eina bóltinum, sum Fleyr fekk bjargað stiginum við, tá fóturin varð tikið í brúk í neyðstøðuni. Fleyr vann síðani 25-21.

Í fjórða setti tóktist sum um, at luftin var farin úr KÍF-ballónini, og Fleyr vann lættliga 25-9.

KÍF kom tó fyri seg aftur í javnbrótaranum og legði seg á odda 7-4, men eftir fýra servur frá Iuliiu Kuvshinova var Fleyr aftur á odda 9-7. KÍF javnaði tó til bæði 10-10 og 11-11, men so vann Fleyr næstu fýra bóltarnar, og tann seinasta smassjaði Iuliia í gólvið til 15-11.

Eina stigið, sum KÍF fær burtur úr 3-2 tapinum, er kortini ikki virðisleyst, tí vinnur KÍF trý stig ímóti TB sunnudagin, so er hálvfinaluplássið tryggjað. Øll onnur úrslit merkja, at avgerðin um hvør kemur í hálvfinaluna, fellur í dystinum millum Fleyr og TB 21. januar.

Mjølnir kom afturíaftur
Steypakappingin, kvinnur, bólkur 2:
Dráttur – Mjølnir 0-3 (22-25, 25-27, 22-25)

Seinasta mikukvøld fóru Mjølnir-kvinnurnar vónbrotnar av vølli, tá tær høvdu tapt 3-2 fyri Ternuni, eftir at hava verið á odda 2-0 og havt dystarbólt í triðja setti.

Farna vikuskiftið vóru bert smíl at síggja – ikki minst eftir annað sett, har Mjølnir hevði verið aftanfyri 20-13, men kortini megnaði at koma afturíaftur og vinna settið 27-25!

Í triðja setti var Mjølnir greitt á odda 23-18, men Dráttur mundi fingið um endan aftur, og stríddi seg upp á 22-23. Men so táttaði Mjølnir í aftur, og síðsta bóltin fekk Dráttur ikki yvir um blokkin við Annu Arnholdsdóttir á odda, og so vann Dráttur 25-22 og dystin 3-0.

Harvið er Mjølnir brádliga væl við aftur í kappingini um at sleppa í hálvfinaluna. Dysturin ímillum Drátt og Ternuna í dag kann væl vísa seg at fara at gerast avgerandi fyri, hvørt tað verður Ternan ella Dráttur, sum vinnur seg í hálvfinaluna.

Fimmsettarin koppaði til SÍ
Steypakappingin, menn:
ÍF – SÍ 2-3 (25-15, 23-25, 25-19, 22-25, 14-16)

Eftir at ÍF hevði vundið burturúr SÍ í fyrsta setti, sum endaði 25-15, var einki sum bendi á, at hetta skuldi gerast til enn ein fimm-settara.  

Men SÍ javnaði til 1-1 í settum, áðrenn ÍF aftur vann triðja sett við greiðum muni. Sørvingarnir javnaðu tó aftur til 2-2, og so skuldi tað avgerast í javnbrótaranum.

Her kom tað illa við hjá ÍF, at Filip Ilic, sum hevði verið eyðsýndur løtuna áðrenn, mest sum beinan veg meiðslaði seg í lendingini, eftir ein tvídyst frammi við netið. ÍF legði seg tó á odda 5-2 og 8-5. SÍ javnaði til 10-10, men ÍF vann sær tríggjar dystarbóltar við støðuna 14-11.

Men allir vórðu misnýttir, og við m.a. pannukøku fekk SÍ alt uppaftur hesa løtuna og vann sær sjálvum dystarbólt við støðna 15-14. Heldur ikki hesa ferð fekk ÍF smassjini í gólvið, og so vann SÍ net-duellina og javnbrótaran 16-14.  

Leygardagin vunnu menninir hjá Fleyr tryggan 3-0 sigur á Ternuni við settúrslitunum 25-15, 25-15, 25-13.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2023

50 Leygardagur 14. Jan 2023

SÍ stóð trýstroyndina og vann á Fleyr

Flogbóltur: SÍ vant burtur úr Fleyr í teimum báðum fyrstu settunum, men Fleyr kom fyri seg í triðja setti. Fjórða sett gjørdist spennandi, men SÍ fór avstað við sigrinum

(Mynd: SÍ)
SkrivaÐ:

Innsent

Steypakappingin, menn:
SÍ – Fleyr 3-1 (25-16, 25-11, 17-25, 25-23)

Eftir at SÍ hevði vundið burtur úr Fleyr í teimum báðum fyrstu settunum við 25-16 og 25-11, kom Fleyr fyri seg í triðja setti og vann 25-17, og javnbrótarin hómaðist, tá Fleyr legði seg á odda 13-10 í fjórða setti, men SÍ javnaði til 13-13. Hesa løtuna sóu vit fjølbroytt spæl, við finessum og smartum hevingum.

Fleyr legði seg framum aftur við tveimum, áðrenn SÍ smeyg sær framvið aftur og legði seg á odda 19-17. Leikandi venjarin hjá Fleyr, Phil Freere javnaði aftur til 20-20 við dundursmassji og avsetti, sum fáir gera honum eftir. Men SÍ stóð stint, og legði seg á odda 23-20. Fleyr nærkaðist enn eina ferð, og kom upp á 22-23, men SÍ vann sær tveir dystarbóltar við sínum næsta stigi til 24-22. Fleyr yvirlivdi tann fyrra við dundursmassji frá Róa Hentze, men so kom SÍ við mønustinginum tá hevingin hjá Fleyr lá heldur aftarlaga, og Rói varð noyddur at lobba upp um blokkin, men har strekti Tóki í Haraldstovu seg og fekk labban á bóltin, og niður í gólvið hjá Fleyr til 25-23.

Steypakappingin, menn:
Mjølnir – ÍF 3-1 (25-16, 21-25, 25-14 og 25-17)

Mikukvøldið vann Mjølnir tryggan 3-1 sigur á ÍF, sum kennir sviðan av, at Philip Ilic og Vukasin Nedeljkovic ikki eru tøkir, eftir at teir meiðslaðu seg í dystinum ímóti SÍ sunnudagin.

Men heldur ikki Mjølnir var fullmannað, tí Steffan Rosenlund er skaddur, og Páll Heðin í Grund var sjúkur. Hetta gav teimum ungu Ólavi Johannesen, Hørði Joensen og Petur Martini Bertholdsen meira spælitíð, og teir komu væl frá uppgávuni. Haraftrat spældi Cristian Barrios úr Kolumbia sín fyrsta dyst fyri Mjølnir.

Støðan í bólkaspælinum:
Lið: Dystir/Stig
SÍ: 2 / 5
Fleyr: 2 / 3
Mjølnir: 1 / 3
ÍF: 2 / 1
Ternan: 1 / 0

Fýra tey ovastu liðini koma í hálvfinaluna.

--- 

Steypakappingin, kvinnur – bólkur 2:
SÍ – Dráttur 3-0 (25-15, 25-12, 25-22)

Mikukvøldið var oyggjaruppgerð í Sørvági, har oddaliðið í landskappingini, SÍ, tók ímóti Drátti. Hetta var eisini sjónligt á vøllinum tann stíva tíman, SÍ brúkti at vinna 3-0.  

Úrslitið ber við sær, at Dráttur, sum einki stig hevur, ikki hevur møguleikan at vinna seg í fjórðingsfinaluna. Leygardagin tekur Dráttur ímóti Ternuni, sum helst skal vinna, um tær skulu í hálvfinaluna.   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2023

51 Leygardagur 14. Jan 2023

Vektlyfting: Maibritt og Niels Áki fingu úrvalsstuðul

Tá ið nevndin í úrvalsskipanini Úrval hjá ÍSF í vikuni kunngjørdi nøvnini á teimum, ið fáa stuðul í 2023, vóru føroyskir vektlyftarar fyri fyrstu ferð at síggja á listanum

Maibrit Reynheim Petersen varð í fjør fyrsti føroyingurin at lyfta undir Merkinum í altjóða kapping
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Maibrit Reynheim Petersen og Niels Áki Mørk, sum longu eru royndir vektlyftarar, fingu játtaðar ávikavist 40.000 og 75.000 krónur í stuðuli til vinna seg enn longur fram á leið.

Maibrit varð í fjør fyrsti føroyingurin at lyfta undir Merkinum í altjóða kapping. Hon luttók í NM í summar í Finnlandi, har ið hon bleiv nummar fýra í sínum vektflokki.

Niels Áki vann gull í sínum vektflokki, tá ið hann í heyst umboðaði Føroyar við NJM í Íslandi. Niels Áki er sostatt norðurlendskur juniormeistari.

Tey bæði eru flokkaði í úrvalsbólki 2, sum merkir, at tey í løtuni hava møguleika at kappast ímillum tey bestu í Norðurlondum.

Føroya Styrkisamband bleiv stovnað í 2019 sum menningarsamband undir ÍSF og fekk fyri einum ári síðani fullan limaskap í norðurlendska lyftisambandinum NWF.
Umsóknir um limaskap í evropeiska sambandandinum EWF og heimssambandinum IWF verða í løtuni viðgjørdar, og sum skilst er tað ein jaligur stemningur fyri at játta umsóknunum.

Úrval játtaði 14 umsóknum umboðandi sjey ítróttagreinar stuðul til úrvalsítrótt í 2023. Talan er um stuðul til 11 einstaklingar og trý lið.

Umframt vektlyfting fáa íðkarar og lið frá bogaskjóting, flogbólti, fimleiki, hondbólti, svimjing og taekwondo stuðul úr Úrvali.

28 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2023, og søkt var um tilsamans 5 milliónir krónur.

[object Object]
Niels Áki vann gull í sínum vektflokki, tá ið hann í heyst umboðaði Føroyar við NJM í Íslandi

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2023

52 Leygardagur 14. Jan 2023

Sandavágsmenn vunnu

Sandavágs Talvfelag styrkti oddastøðuna í fremstu deildini við sigri á Havnar Telvingarfelag í toppdysti í Vestmanna

Toppdysturin millum Sandavág og Havnina. Fremst síggjast Luitjen Akselsson Apol (vm) og Jón í Horni Nielsen (hm) á 4. borði. Handanfyri síggjast telvararnir við fremru borðini. 1. borð er næst vindeygað
SkrivaÐ:

Innsent

Vágamenn vunnu 2½-1½, og eru nú hálvttriðja stig undan havnarmonnum. Úrslitið ber í sær, at tað kann fara at gerast møtimikið hjá havnarmonnum at vinna aftur tað, ið nú er mist, tó at kappingin bara er hálvrunnin. Hesi bæði liðini eru í flokki fyri seg, og vágamenn hava mist lítið í dystunum móti hinum liðunum higartil í kappingini.

Havnarmenn vóru favorittar til dystin sunnudagin. Teir høvdu hægri styrkitøl á trimum av fýra borðum, kortini vóru vágamenn stinnari á degnum, og vunnu tepran sigur.

Mest óvæntaða úrslitið mundi koma á triðja borði. Olaf Berg, sum plagar at vinna á Silasi, tapti við svarta fólkinum gjár, hóast hann tóktist at hava fyrimunin við tveimum monnum fyri rók. Silas hevur fult stigatal í vetur - fýra stig í fýra dystum.

Havnarmenn høvdu Martin Poulsen við aftur, men hann formáddi sær ov lítið móti føroyameistaranum Høgna Egilstoft Nielsen, sum við sigrinum hevur fimm stig í fimm dystum.

Heldur ikki stórmeistarin vann á havnarliðnum í gjár. Helgi Dam Ziska telvaði annars fínt. Hann trýsti við svarta fólkinum, vann eina finnu, hevði fyrimunin, men torført var kortini at vinna støðuna, og sær sjálvum líkur, stríddist Rógvi Egilstoft av øllum alvi og helt remis.

Einasti á meistaraliðnum hjá Havnini, sum vann, var Luitjen Akselsson Apol á fjórða borði.

Hini úrslitini í 1. deild komu helst eisini heldur óvart á. Kollfirðingar, sum eru niðast, vunnu ein flottan sigur á B-liðnum hjá klaksvíkingum, sum annars hevur staðið seg væl higartil, og B-liðið hjá Havnini vann á A-liðnum í Klaksvík.

Dystirnir í 1. deild sunnudagin:

[object Object]

1. deild - støðan eftir fimta umfar

[object Object]

Vágamenn gera bart

Tað er ikki bara í fremstu deildini, at Sandavágs Talvfelag er á odda. Sama er í næstbestu deildini.

Vágamenn vunnu toppdystin á vestmenningum, og stevna nú móti uppflyting í bestu deildina við einum liði aftrat.

Tað er ikki rætt, tá sagt hevur verið, at Sandavágs Talvfelag ikki hevur havt tvey lið í fremstu deildini. Tað høvdu teir bæði í 2012 og 2016.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2023

53 Leygardagur 14. Jan 2023

Olga Knudsen 40 ára starvsdag

Byrjaði hjá Tórshavnar kommunu sum ørindagenta í 1983

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Olga Knudsen fekk í vikuni handaða heiðursløn Tórshavnar kommunu úr gulli, og Dronningens Fortjenstmedalje úr silvuri, nú hon hevði 40 ára starvsdag hjá Tórshavnar kommunu.

Heðin Mortensen, borgarstjórin greiddi frá, at Olga byrjaði sum ørindagenta 3. januar í 1983. Tá var Kjartan Kristiansen býráðsskrivari.

- Við til søguna hoyrir, at til starvssamrøðuna hevði Olga ikki sagt allan sannleikan fyri Kjartani – hon var nemliga uppá vegin! So eitt tað fyrsta, Olga gjørdi, eftir at Kjartan hevði undirskrivað starvssetanina, var at boða frá, at hon fór í barsilsfarloyvi, greiddi Heðin Mortensen, borgarstjóri, frá undir hátíðarhaldinum fyri Olgu í Posthúskjallaranum.

Starvsøkið hjá Olgu Knudsen hevur flestu árini verið á mentamáladeildini hjá kommununi.  Seinastu árini hevur hon havt uppgávuna at skipa fyri vali saman við valstýrinum. Hon hevur eisini ábyrgdina av grindabýtinum, tá grind er í Havn. Alt uppgávur, sum hon tekur í allar størsta álvara og loysir við nærlagni, vísti borgarstjórin á.

Øll røðan hjá Heðini Mortensen og fleiri myndir kunnu síggjast á Tórshavnar kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2023

54 Leygardagur 14. Jan 2023

Jenis av Rana 70

Farna leygardag fylti Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, 70 ár. Hann hevur javnan verið í andglettinum, og fingið røring í politisku skipanina og almenna orðaskiftið

Jenis av Rana (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hann hevur verið drúgvur í politikki. Hann var við til at stovna Miðflokkin, sum fyrstu ferð bjóðaði seg fram á merkisverda kreppuvalinum í 1994. Flokkurin fekk tvey umboð vald. Jenis av Rana og Tordur Niclasen.

”Sannføring okkara er greið – tað er hvørki olja, fiskur ella annað ríkidømi okkum tørvar mest, men ein djúp umvending aftur til Guds okkara, og tey lívsvirði lívið við Honum gevur. Tey eru farin seinastu árini og mega vinnast aftur, skal okkum verða lív lagað á klettunum,” skrivaði Jenis av Rana í viðmerking í Sosialinum nakrar mánaðir undan valinun, 16. februar 1994.

Hann og Tordur Niclasen høvdu annars báðir eina fortíð í Kristiliga Fólkaflokkinum, men valdu saman við øðrum at stovna Miðflokkin, sum í størri mun skuldi seta kristiligu virðini í miðdepilin.

Jenis av Rana hevur verið løgtingsmaður síðan 1994. Á løgtingsvalinum 8. desember í fjør varð hann valdur fyri níggjundu ferð upp í slag. Hann fekk 722 atkvøður, sum eisini var nógv tað besta persónliga valið hjá honum higartil.

Jenis av Rana hevur í tveimum umførum verið floksformaður. Fyrst í tíðarskeiðnum frá 1994 til 1997, og aftur síðan 2001.

Í trý ár var hann býráðslimur í Havn sum fastur varamaður. Hann var næsti maður á Uttanflokkalistanum til býráðsvalið í 1992. Árið eftir legði Petur í Gong býráðssessin frá sær, og Jenis av Rana tók við sessinum.

Í 2019 tók hann við sum landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum. Starvið røkti hann í meira enn trý ár, tá samstarvstrupulleikar elvdu til, at løgmaður koyrdi hann úr starvið.

Øll árini hevur hann tosað og grundgivið við støði í kristnu trúnni, og við honum á odda hevur Miðflokkurin eisini javnan verið í andglettinum og fingið røring í politisku skipanina og almenna orðaskiftið.

1990: Kristiligi Fólkaflokkurin, 97 atkvøður
1994: Miðflokkurin, 237 atkvøður
1998: Miðflokkurin, 258 atkvøður
2002: Miðflokkurin, 298 atkvøður
2004: Miðflokkurin, 407 atkvøður
2008: Miðflokkurin, 504 atkvøður
2011: Miðflokkurin, 434 atkvøður
2015: Miðflokkurin, 498 atkvøður
2019: Miðflokkurin, 471 atkvøður
2022: Miðflokkurin, 722 atkvøður

Kelda: valurslit.fo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2023

55 Leygardagur 14. Jan 2023

Páll Vang til minningar

Tað var sanniliga hugaligt at síggja ta stóru mannfjøld, sum var møtt upp at fylgja Pálli til gravar. Hóast hann í næstan fjórðingsøld hevur livað eitt lív, merkt av sjúku, so høvdu bygdafólkini ikki gloymt hann

(Mynd: kvf.fo)
SkrivaÐ:

Minningarorð / Jóannes Eidesgaard

Í landsynningi og við broddi av hørðum eystfalli fór eg suður við Smyrli henda sunnumorgunin fyri at fylgja einum gomlum vinmanni til gravar. Ikki tær bestu umstøður til sigling, men hesin túrin mátti gerast. Sjálvandi skuldi eg fylgja vinmanninum Pálli til hansara síðsta hvíldarstað undir Akurgerði.

Hóast Páll var eitt stórt ár eldri enn eg, og hóast hann gekk ein flokk undan mær í Tvøroyrar skúla, so komu vit tó at fylgjast ein part av tíðini í okkara uppvøkstri sum tannáringar. Hesin fryntligi og altíð skilagóði unglingin var eisini lættur at vera væl við. 

Tað, sum veruliga fekk gongd á okkara vinalag, var tíðin, vit høvdu saman í TUK. Hetta felag er ivaleyst ikki til longur, men tá merkti tað Tvøroyrar Ungdóms Klubbur. Tað vóru teir báðir lærararnir Tórður Jóansson og Petur Martin Danielsen, sum tóku stig til henda felagsskap, sum skuldi fáast við annað enn ítrótt, sum nóg mikið var av frammanundan í bygdini. TUK helt til á loftinum í kappróðrarneystinum undir Heygnum. Har hugnaðu vit okkum við ymiskum spølum og ikki minst tónleiki, sum um hetta mundið floymdi inn yvir landið úr serliga Bretlandi. Eg kann somuleiðis minnast, at vit báðir vóru stavnamenn í felagsskapinum eina tíð, hann sum formaður og eg sum næstformaður, har vit so skuldu taka stig til at skipa fyri ymsum tiltøkum.

Men hetta var eisini um ta tíðina, at syndarliga vanlukkan hendi pápa Páll, sum datt oman og ongantíð spurdist aftur. Hetta tók honum sjálvandi sera meint, men eg haldi, at hann fótaði seg so líðandi aftur við góðum stuðuli frá vinfólki og skyldfólki.

Okkara vinalag førdi so eisini við sær, at vit tóku fyrstu fetini út í tann heimin, har vaksnamannalívið byrjar. Tað má sigast, at tað var so ikki keðiligt at uppliva hesi fyrstu fetini saman við Páll. Men alt fekk ein enda, og so ein dag í august í 1967 vóru vit báðir saman við øðrum her suðuri frá til reiðar at fara víðari við skúlagongdini og siga heimbygdini farvæl. Hann fór á Høng og eg á Rungsted, og soleiðis skiltist okkara vegir í hvørfall fyribils.

Tó minnist eg eina serliga hending frá hesum degnum í august, tá vit so erpnir traðkaðu út í víðu verð. Vit hildu, at hetta onkursvegna skuldi skjalfestast, so vit fóru niðan til Bambus at taka eina mynd av okkum, áðrenn Tjaldrið legði frá bryggju.

Jú, eg hitti Páll mangan seinni. Vit vóru jú starvsfelagar í skúlanum á Tvøroyri, og vit sótu í býráðnum saman eina tíð, hóast eg tá fyri tað mesta hevði varafólk inni fyri meg. Vit vóru ikki politiskt sameintir, men samstarvaðu væl og altíð við tí góða endamáli at stuðla bygdini og fólkinum.

Ein dag, eg sum lærari var farin til Havnar við einum flokki at vitja ymisk støð í høvuðsstaðnum, so vitjaðu vit sjálvsagt eisini úti í Tinganesi, tí bygdamaður okkara sat har sum landsstýrismaður. Hann var sum altíð blíður og týður. Seinni beit eg merkið í, at henda skrivstovan, sum Páll hevði uttast í Nesinum, hana kom eg sjálvur at sita í eini 10 ár seinni.

Hetta vóru tankar, sum runnu fram fyri meg henda keðiliga sunnumorgunin suður við Smyrli. Men tað var sanniliga hugaligt at síggja ta stóru mannfjøld, sum var møtt upp at fylgja Pálli til gravar. Hóast hann í næstan fjórðingsøld hevur livað eitt lív, merkt av sjúku, so høvdu bygdafólkini ikki gloymt hann, men við virðing og í takksemi fylgdu honum síðstu leiðina á fold.

Hvíl í friði frægi vinur.

Jóannes

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2023