Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 11. februar 2023 | Nr. 6 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Ársins fyrsti stormur

SíÐa 53

1 Leygardagur 11. februar 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Gott tá hjálpin er nær

Ræðuleikarnir, sum tey uppliva í landsynnings partinum av Turkalandi og norðara parti av Sýria í hesum døgum eru ikki til at fata. Hósdagin – trý samdøgur eftir ógvusliga jarðskjálvtan – fór talið av deyðum upp um 20.000, og tað veksur alsamt.

Hetta er eitt øgiligt tal, men tað er eitt nógv størri tal av fólki, sum slapp frá jarðarstøkkingini á lívi, og nógv av hesum eru í dýrastu neyð í løtuni. Tað er vetur og kalt í økinum, og fólk hava ongastaðni at vera. Tey hava mist sítt heim – alt.

Tí er tað rørandi at uppliva, hvussu allur heimurin er til reiðar at hjálpa. Bæði statir, felagsskapir og einstaklingar. Beinanvegin, sum tíðindini frættust, búgvaðu bjargingarlið úr ymsum londum seg til at hjálpa til við – í fyrstu atløgu – at hjálpa til við at bjarga fólk úr leivdunum.

Eftirfylgjandi er tað so neyðhjálpin, at hjálpa teimum, ið eru komin sera illa fyri orsaka av náttúruvanlukkuni. Tað er brúk fyri neyðsynjarvørum, heitum klæðum, mati og heilivági til tey sjúku.

Rørandi at síggja, at eitt føroyskt hondbóltsfelag tekur seg saman longu annan ella triðja dagin eftir vanlukkuna við at senda eina last av neyðsynjarvørum avstað til tey neyðstøddu. Hetta í samhuga við teirra turkiska venjara, ið hevur mist vinir og ítróttafelagar í vanlukkurakta økinum. Flott av strandingum.

Og tað eru eisini onnur, ið eru til reiðar at hjálpa. Ikki minst tey, sum hóast dýrtíðir og inflasjón lata fitt av peningi til felagsskapir, sum eru við til at lætta um hjá teimum neyðstaddu í Turkalandi og Sýria.

Her verður tíbetur ikki gjørdur munur á uppruna og trúgv. Hetta eru menniskju í neyð, og tey skulu hjálpast.

Ein fær hug til í sínum stilla sinni at vóna, at politisku leiðararnir í Turkalandi, ikki minst forsetin sjálvur, dugir at síggja virðið í at í menniskjunum er góður tokki, og við at halda seg væl við onnur lond er hjálpin nær, tá neyðin er størst.

Neyvan trúgva vit at tað eru sviar, ið aftra seg við at hjálpa, hóast sami forseti í síni snævursýndu politisku fatan einsamallur forðar svensku tjóðini at verða innlima í vesturevropeiska verjufelagsskapin, nú landið metir tað vera neyðugt eftir at hava hildið seg uttanfyri í nógv ár.

Gævi at turkiski forsetin fær innlit til at síggja, at tað ber ikki til einsamallur at forða fyri at Svøríki gerst Nato-limur bara tí at ein rabiatur danskari, sum eisini hevur svenskan ríkisborgararætt, hevur loyvt sær at vísa sína rasistisku áskoðan á ófantaligan hátt utan fyri turkisku sendistovuna í Stockholm.

Maðurin, sum vistnokk ongantíð hevur búð í Svøríki, men tilskilar sær rættin at blanda seg upp í kjakið í Svøríki, tí pápin er svii (tað fólkatingsvalevnið Rasmus Paludan, vit tosa um), eigur ikki sleppa at fáa heiðurin av, at tað eydnaðist honum at forða fyri at Svøríki fær limaskap í Nato-verjusamgonguni.

Undarligt, at turkiski forsetin ikki dugir at síggja, at hansara sameindu í Nato eru lond, har ein og hvør hevur loyvi at siga sína meining, og at meiningin hjá einstaklingum ikki er umboðandi fyri alla tjóðina hann er borgari í. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3703

    Lisnar síður: 13391

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 11. februar 2023

Reiley mettur at hava góðan møguleika

Sambært veddingarfyritøku stendur tað millum havnarmannin og íslendskar systrar at vinna danska Melodi Grand Prix

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Spenningur undan danska Melodi Grand Prix í kvøld. Havnarmaðurin Rani Petersen, sum undir navninum Reiley luttekur við lagnum “Breaking my Heart” verður av veddingarfyritøkum mettur at hava góðan kjans at fara avstað við øllum.

Á Oddset hjá Danske Spil hava Reiley og íslendsku systrarnar Eyjaa bestu “odds”. Um Reiley vinnur gevur tað pengarnar aftur 2,40 ferðir, og vinnur Eyjaa fáast pengarnir aftur 2,80 ferðir.

Triðbest møguleika at vinna hevur ein luttakari við navninum Nicklas Sonne, sambært Danske Spil. Vinnur hann, fær ein pengarnar aftur 7,50 ferðir.

Átta luttakarar eru tilsamans, og síðani mánadagin hevur borið til at atkvøtt einaferð um dagin á appini DR Grand Prix. Til vil siga, at tað ber til at atkvøða í dag og aftur í annaðkvøld.

Danske Melodi Grand Prix verður í kvøld klokkan 19 føroyska tíð, og verður víst á DR1.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2023

3 Leygardagur 11. februar 2023

54.255 fólk búðu í Føroyum við ársskifti

Hetta er met. Í fjør vaks fólkatalið við 678 fólkum - tað er ein vøkstur á 1,3 prosent. Tað er nettoflytingin, ið ger størsta munin rætta vegin

Nes kommuna var ein av teimum við størst fólkavøkstri í fjør. Har er fólkatalið fyri fyrstu ferð farið upp um 1.500, og sostatt kann bygdaráðið í Nes kommunu nú kalla seg fyri býráð - nú eru níggju kommunur í Føroyum við fleiri enn 1.500 íbúgvum (Mynd: hagstova.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur hann verið lakari enn undanfarnu árini, og tað kemur serliga av stóru minkingini í burðaravlopinum. Hinvegin er ein vøkstur í nettoflytingini, sum í stóran mun vigar upp ímóti hesum.

Hetta staðfestir Hagstovan í sambandi við at at fólkatalið fyri desember - og harvið samlað fyri alt 2022 - endalig er gjørt upp.

Tað kann millum annað staðfestast, at nettoflytingin -  sum er munurin á tilflyting og fráflyting - ger stóran mun. Nettoflytingin vigar eisini upp ímóti broytingini í burðaravlopinum.

- Hóast lutfalsligi fólkavøksturin er tann sami sum í 2021, so er lutfallið millum burðaravlopið og nettoflytingina broytt. Tá stavaði ein triðingur av fólkavøkstrinum frá burðaravlopinum og tveir triðingar frá nettoflytingini. Skiftið í lutfallinum kemur av, at samstundis sum burðaravlopið minkaði í 2022, vaks nettoflytingin. Burðaravlopið minkaði, tí færri føddust og fleiri doyðu enn í 2021. Nettoflytingin vaks, tí vøksturin í tilflytingini var størri enn vøksturin í fráflytingini. 

Eisini vísir Hagstovan á, at fráflytingin er støðug, men ikki størri enn tilflytingin. Hon hevur verið javnt vaksandi síðani síðst í 2020 og er vaksin nakað meiri enn fráflytingin. Nú flyta í miðal 165 fólk til Føroya mánaðarliga. 

[object Object]

[object Object]
Myndir: Hagstova Føroya

54.255 fólk búðu í Føroyum 1. januar 2023. Tað er met, og merkir hetta at fólkatalið í fjør vaks við 678 fólkum - tað er ein vøkstur á 1,3 prosent.  

Fólkatalið vaks mest í Tórshavnar, Runavíkar og Sjóvar kommunu. Síðani kemur Nes kommuna, har fólkatalið fyri fyrstu ferð er farið upp um 1.500. Sostatt kann bygdaráðið í Nes kommunu nú kalla seg fyri býráð, og nú eru níggju kommunur í Føroyum við fleiri enn 1.500 íbúgvum. 

Í níggju út av 29 kommunum minkaði fólkatalið.

[object Object]
Samlaða gongdin í fólktatalinum (Mynd: Hagstova Føroya)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2023

4 Leygardagur 11. februar 2023

StÍF sendir hjálp til Turkalands

Høvuðsvenjarin hjá hondbóltsfelagnum á Strondum er úr Turkalandi, og hevur vinfólk í vanlukkurakta økinum

Berkan Otman, høvuðsvenjari hjá Stíf, og konan Manolya Otman (Mynd: StÍF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Stranda Ítróttafelag, StÍF, hevur tikið stig til at senda neyðhjálp til fólkini í teimum hart raktu økjunum eftir ógvusliga jarðskjálvtan í Turkalandi.

Heimasíðan stif.fo skrivar, at høvuðsvenjarin, Berkan Otman, er úr Turkalandi. Hann býr í Føroyum saman við konu síni Manolya og tveimum synum. Berkan hevur fleiri vinfólk í vanlukkuøkinum, sum eru rakt av sorgarleikinum; og hann hevur samband við vinfólk á staðnum.

Sera stórur tørvur er á heitum klæðum til børn og vaksin, tí kalt er. Óteljandi fólk hava mist hús og heim.

StÍF hevur saman við rumeniahjálpini á Strondum pakkað og gjørt stórar 10 eskjur klárar at senda avstað við flogfrakt. Í eskjunum eru góð og heit klæði, teppi, jakkar, sápa o.a.

[object Object]

Turkiska sendistovuna í Keypmannahavn skipar fyri, at hjálpin verður flogin sum skjótast til Turkalands og førd víðari til vanlukkuøkini.

Flutningsfelagið Nor Link hevur átikið sær at flyta neyðhjálpina til Keypmannahavnar við flogfrakt sum skjótast.

Neyðhjálpin fer úr Føroyum í hesi vikuni, og gongst sum ætlað, kemur hjálpin til tey neyðstøddu um fáar dagar.

Støðan í Suðurturkalandi og har vesturi í Sýria er syndarlig og desperat. Fleiri enn 10.000 fólk hava higartil latið lív, og milliónir av mennksjum er rakt av avleiðingunum av jarðskjálvtunum.

Um hetta hjálparátak sigur formaðurin í StÍF Rúni Rasmussen:

- Vit hava djúpa samkenslu teimum, sum eru rakt av syrgiligu støðuni. Okkara venjari Berkan Otman hevur vinfólk, sum eru rakt jarðskjálvtunum. Hann hevur vinir, sum ikki eru komnir afturíaftur. Vit í StÍF hava valt at gera eina roynd at hjálpa sum skjótast við heitum klæðum. Saman við eskjunum hava vit sent eina heilsan á turkiskum. Okkara vón er, at hjálpin fer at gera stóran mun fyri tey menniskju, sum móttaka hesa hjálpina úr Føroyum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2023

5

Størv

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Reingerðarfólk til Glasir

Meira Umsóknarfreist: 11. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Sølufólk til Byggivinnuna

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:
6 Leygardagur 11. februar 2023

Bjóða sólini vælkomnari

Eftir koronusteðg seinastu tvey árini, er bygdarhúsið í Leirvík aftur til reiðar við árliga sólarkaffinum. Tað verður í morgin

Leirvík (Mynd: Árni Jacobsen)
SkrivaÐ:

Innsent

Í morgin, sunnudagin 12. februar klokkan 15, bjóðar Bygdarhúsið í Leirvík til sólarkaffi.

Eftir ein koronastøðg seinastu tvey árini, er Bygdarhúsið aftur til reiðar við árliga sólarkaffinum.

Á skránni hesaferð kann nevnast, at Bárður á Lakjuni fer at framføra nøkur løg. Lávusarhús luttekur við teirra vørum. Sum vanligt verður eitt elduvíkskrov lutað burtur, og atgongugjaldið til sólarkaffið verður eins og nógvu undanfarnu árini óbroytt.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2023

7 Leygardagur 11. februar 2023

Tveir kommunulæknar settir í starv

Annar skal virka á Tvøroyri og hin í Miðlon í Havn

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Heilsutrygd hevur sett Davíð Guðnason í starv sum kommunulækna í Suðuroyar læknadømi.

Davíð Guðnason nam sær embætisprógv í læknafrøði í juni 2014, og fær væntandi serlæknagóðkenning í almennum medisini nú 28. februar. Davíð Guðnason hevur seinasta árið arbeitt í Læknahúsinum í Gundadali sum liður í serlæknaútbúgvingini.

Davíð Guðnason tekur við starvinum á Tvøroyri 13. mars.

Heilsutrygd hevur eisini sett Rúna Nolsøe í starv sum kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi. Rúni er settur í starv í viðtalu í Miðlon.

Rúni Nolsøe nam sær embætisprógv í læknafrøði í august 2016, og fær væntandi eisini serlæknagóðkenning í almennum medisini 28. februar. Rúni hevur seinasta árið arbeitt í Miðlon sum liður í serlæknaútbúgvingini.

Rúni Nolsøe tekur við starvinum í Miðlon 1. mars. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2023

8
Leygardagur 11. februar 2023

Ísfiskalínuskipini fækkast

Samstundis veksur frystilínuskipaflotin

Gamla Sandshavið (Mynd: TJ myndir / Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Síðstu árini hava tað verið færri og færri ísfiskalínuskip í føroyska flotanum. Hetta hendir samstundis, sum frystilínuskipaflotin er vaksin. 

Frystilínuskipaflotin er kortini ikki vaksin í sama mun sum ísfiskalínuskipaflotin er tódnaður, tí nøkur loyvir eru løgd saman, so skipini hava fleiri fiskidagar.

Síðstu tíðina eru fýra ísfiskalínuskip farin úr vinnu. Gamla Sandshavið er skift út við nýggja Sandshavið og Skørin er seld til Kanada. Váðasteinur er seldur til reiðaríið M/S Kamb á Strondum og Pf. Regn á Toftum hevur keypt Borðoyarnes. 

Sum skilst fara hvørki gamla Sandshavið, Váðasteinur ella Borðoyarnes aftur í vinnu. 

[object Object]Váðasteinur (Mynd: TJ myndir / Sjómansmissiónin)

[object Object]Skørin (Mynd: TJ myndir / Sjómansmissiónin)

[object Object]Borðoyarnes (Mynd: TJ myndir / Sjómansmissiónin)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2023

9 Leygardagur 11. februar 2023

Beinagrindin av nevhvalinum skal varðveitast

Tjóðsavnið hevur kannað nevhvalin, sum rak á land 12. januar, nærri

Nevhvalurin í Sandavági
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tíðliga um morgunin 12. januar varnaðust fólk í Sandavági, at ein deyður hvalur lá á sandinum.

Staðfest varð, at talan var um nevhval (Mesoplodon bidens). Hóast sløgini í nevhvalaættini (Ziphiidae) telja 22-23, eru fleiri av sløgunum ikki væl kend, og einans fimm eru skrásett í føroyskum sjóøki. Summi av sløgunum eru enntá aldrin sædd livandi, men einans eyðmerkt tí deyður hvalur er rikin á land.

Tjóðsavnið skrivar á heimasíðuni, at í samráð við Vága kommunu varð nevhvalurin fingin í ein lastbil og fluttur til sjódýradeildina hjá Tjóðsavninum í Kaldbak. Her varð staðfest at talan var um ein kallhval. Til ber lættliga at eyðmerkja kynið á nevhvali, tí kallhvalir hava ofta long hvít arr framvið kroppinum.

Eins og á tí hjá føroyingum mest kenda nevhvali, døglinginum (Hyperoodon ampullatus), hevur nevhvalur tvær tenn, sum einans koma undan hjá kallhvali. Tennirnar verða ikki nýttar til at tyggja við, men í innanhýsis kappingini um kvennhvalirnar, og er tað soleiðis at kallhvalirnir fáa hesi arr.

[object Object]Nevhvalurin fingin til Kaldbaks

Báðar tennirnar á hvalinum høvdu sera áhugaverdan gjarávøkst, sum sæst á myndini niðanfyri. Her er talan um gjar av slagnum Conchoderma auritum. Hetta er stelkað gjar, sum er vanligur snúltari á hvali, men sum eisini kann seta seg á skipaskrokkar og annað, sum flytist spakuliga í sjónum.

Saman við hvalagranskingardeildini á Havstovuni varð hvalurin kannaður nágreiniliga, og varð hann mátaður at vera 4,65 metrar langur,  meðan vektin var 710 kilo.

Mett varð, at her er talan um, ein miðalvaksnan kallhval, og at hann ikki hevði verið deyður meira enn nakrar fáar dagar, tá hann varð funnin á sandinum. Tað bar ikki til at siga nakað ítøkiligt um deyðsorsøkina, men nevið var brotið, so hvalurin kann vera deyður, av tí at hann er ásigldur.

Eftir at nærum øll veiða varð bannað, er ásigling ein av høvuðs deyðsorsøkunum hjá smáhvali, umframt at teir kunnu fløkjast í fiskireiðskapi.

[object Object]Gjar av slagnum Conchoderma auritum

Hvalurin varð síðani skorin upp og alt tvøstið og spikið burturbeint, tí endamálið hjá Tjóðsavninum er einans at varðveita beinagrindina. Tjóðsavnið hevur eina ófullfíggjaða beinagrind av nevhvali á goymslu, og tað er sera sjáldsamt, at nevhvalir, sum eru riknir á land, eru í so heilum líki sum hesin hvalur úr Sandavági. Tí er henda beinagrind verd at varðveita til framsýning.

Rovini av hvalinum eru tí koyrd í kør at rota, til allar kjøtleivdir eru burtur, og einans beinini eru eftir. Tá kann arbeiði at reinsa og seta beinagrindina saman byrja.

[object Object]Hvalurin verður skorin upp

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2023

10 Leygardagur 11. februar 2023

Árni Frederiksberg verður nýggjur stjóri á Kjølbro Heilsølu

Ein av fótbóltsstjørnunum í Klaksvík hevur nú fingið stjórastarv í býnum. 30-ára gamli Árni Frederiksberg úr Saltangará hevur nógvar royndir úr bankaheiminum og tekur við eftir Hans Arna Thomsen

Árni Frederiksberg skal frá 1. mars stjórna Kjølbro Heilsølu - Hans Arni Thomsen fer í nevndina, og heldur fram sum stjóri á Kjøli (Mynd: Kjølbro Heilsøla)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

1. mars verður stjóraskifti á Kjølbro Heilsølu. Talan verður um ein tilflytara, ið eisini íðkar ítrótt í býnum, sum tekur yvir fyri ein, sum hevur gjørt tað sama.

Kjølbro Heilsøla boðaði í vikuni frá, at Árni Frederiksberg í næstum tekur við sum nýggjur stjóri. Hann avloysir havnarmannin Hans Arna Bjarnason Thomsen, sum seinastu fimm árini hevur verið í sessinum. Tað hevur Hans Arni, samstundis sum hann verið verið stjóri í fyritøkuni Kjøli, sum hongur saman við heilsøluni.

- Hans Arni heldur fram í starvinum, sum stjóri á Kjøli, har ætlanir eru um útbyggingar av ymiskum slag. Harumframt hevur Hans Arni játtað at taka sæti í nevndini í Kjølbro Heilsølu.

[object Object]
Árni er nú búsitandi í Klaksvík, har hann javnan ger vart við seg á fótbóltsvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg er serliga kendur frá fótbóltsheiminum. Hann hevur seinastu 13 árini spælt yvir 300 dystir í fremstu føroysku deildini, og í 2021 og 2022 hevur hann havt heimavøll í Klaksvík og vunnið FM við KÍ - í 2021 gjørdist maðurin úr Saltangará við gylta vinstrabeininum ársins spælari í føroyskum fótbólti.

Seinastu 10 árini hevur Árni arbeitt í bankaheiminum. Tað hevur verið hjá Betri Banka, har hann hevur lært, og hevur tað millum annað verið á vinnulívsdeildini. 30-ára gamli bankamaðurin verður eisini í næstum liðugur við eina útbúgving sum HD í roknskapi og fíggjarstýring.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2023

11 Leygardagur 11. februar 2023

Vildi verið ófólkaligt at sagt nei takk

Heðin Mortensen heldur ikki nakað galið vera í, at býráðið fagnar honum fyri kvarta millión krónur, nú hann hevur sitið í 50 ár uttan slit. Man skal tora at markera, sigur hann

Heðin Mortensen og Hjørdis Egholm Mortensen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Man skal kunna markera ting, sum henda her í lívinum, og eg eri ein av teimum, sum dámar væl at ymiskt verður markerað, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, í Degi og viku undanfarna fríggjakvøld.

Fríggjadagin seinnapart var stór almenn móttøka í Høllini á Hálsi, har øll vóru vælkomin at heilsa uppá borgarstjóran, sum hevur sitið í býráðnum 50 ár út í eitt.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Kostnaðurin fyri almennu móttøkuna er mettur at vera 250.000 krónur, og tað er formansskapurin í býráðnum, sum hevur tikið avgerð um at skipa fyri hesum.

- Tað er ikki eg sum markeri hetta her, tað er býráðið sum hevur tikið ta avgerðina. Eg havi verið gestur í dag (fríggjadagin, red.), segði Heðin Mortensen millum annað.

- Tað hevði verið ófólkaligt at sagt nei til eina gávu, helt borgarstjórin fyri. 

- Fjølmiðlarnir kenna mín holdning til at gera nakað, og hvørjaferð vit gera nakað, havi eg einki at vísa tað fram - eisini mín persón. Vit hava avgreitt nógv stórmál og eg haldi tey skulu koma fram til almenningin, segði Heðin Mortensen í Degi og viku.

Fagnaðurin av Heðin Mortensen er ikki liðugur enn. Tann 25. februar skipar Tórshavnar Musikkskúli fyri eini almennari fagnarkonsert fyri borgarstjóranum í Hátuni.

Sí eisini: Myndir: Heðin Mortensen heiðraður á Hálsi

Les eisini: Heðin Mortensen kommandørur av Dannebrog

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2023

12 Leygardagur 11. februar 2023

Tænastu- og tilfeingisvinnurnar minni bjartskygdar

Treystitalið hevur verið 29 seinastu tvær kanningarnar, men er hesaferð frá kanningini í januar fallið niður á 17

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Konjunkturbarometrið fellur, tí treystið er minni í mun til seinastu tvær kanningarnar undan hesari. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir viðvíkjandi metingum um støðu og útlit hjá ymsu vinnubólkunum. Tað er serliga í tænastuvinnunum umframt tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, at bjartskygnið minkar. Húsarhaldini vænta sær tó meira av framtíðini.

Hetta framgongur í nýggjastu treystikanningini, sum Hagstovan hevur gjørt.

Treystitalið hevur verið 29 seinastu tvær kanningarnar, men er hesaferð frá kanningini í januar fallið niður á 17, sum er ájavnt langtíðar miðalinum. Tað er serliga treystið í tænastuvinnunum umframt tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, tað er í høvuðsheitum fiski- og alivinnan, ið lækkar. Ávísin fyri byggivinnuna hækkar nógv, meðan ávísin fyri húsarhald hækkar eitt lítið vet.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vísitalið fyri brúkaravæntanirnar fyri januar er 0 og er sostatt kvinkað eitt sindur upp síðani seinastu uppgerð í juni í 2022, tá vísitalið fyri brúkaravæntanirnar vísti -5.

Betraðu væntanirnar hjá húsarhaldunum stava frá framgongdini í metingini hjá húsarhaldunum um fíggjarligu støðuna hjá húsarhaldinum um eitt ár sammett við í dag. Eisini meta húsarhaldini búskaparstøðuna í Føroyum um eitt ár sammett við í dag at vera heldur frægari, men tó undir langtíðar miðalinum.

Tá prísirnir hækka, tykjast húsarhaldini at halda, at tað ikki loysir seg at gera størri keyp. Til spurningin um húsarhaldini meta tað verða røttu løtuna at gera størri keyp av t.d. húsbúnaði og eltólum, so eru munandi færri hesaferð í mun til kanningina í januar 2022, ið meta tað verða røttu løtuna. Vit skulu heilt aftur til tíðina undir fíggjarkreppuni fyri at síggja eitt eins lágt nettotal. Húsarhaldini meta tað sjáldan vera røttu løtuna til húsakeyp. Tað sama er galdandi fyri bilakeyp. Brúkarirnir vænta tó, at prísirnir fara at hækka spakuligari um eitt ár, enn teir hava gjørt seinasta árið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Í brúkarakanningini siga húsarhaldini seg vænta, at arbeiðsloysið um eitt ár sammett við í dag verður størri. 

Handilsvinnan verri útlit

Ávísin fyri handilsvinnuna er næstan hin sami sum til kanningina seinast. Hesin vinnubólkurin er í stóran mun veitari av vørum til innlendska marknaðin og húsarhaldsnýtslu. Av tí at húsarhaldini tykjast meiri afturhaldin og møguliga bíða við størri keypum vegna stóra prísvøksturin seinasta árið, eru væntanirnar til søluna komandi árið falnar.

Handilsvinnan metir tó gongdina farna árið verða betri enn til undanfarnu tríggjar kanningarnar.

Størri treysti í byggivinnuni

Nýggjasta kanningin vísir,  at ávísin fyri byggivinnuna veksur úr 12 í 61, sum er eitt lutfalsliga stórt lop. Spurdu fyritøkurnar meta gongdina hava verið góða seinasta árið.

Ein alsamt størri partur av byggifyritøkunum roknar við, at starvsfólkatørvurin komandi árið verður vaksandi. Byggifyritøkur hava í miðal svarað, at tær hava tryggjað arbeiði næstu 15 mánaðirnar, ið er hægri enn í sjey teimum seinastu kanningunum undan hesari. Somuleiðis eru bíleggingar í løtuni eisini fleiri. 

Treystið í tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði er fallið frá 24 til 8. Spurdu fyritøkurnar meta sín marknaðarlut verða viknaðan í mun til seinastu kanningina undan hesari, og bíleggingarnar eru færri. Tænastuvinnan letur eisini verri at gongdini hesaferð enn í seinastu tveimum kanningunum undan hesari.

Hóast 2022 gjørdist metár hjá gistingarhúsunum, og ferðafólkini vóru munandi fleiri í tali í 2022 enn undir koronufarsóttini, so meta fyritøkurnar eftirspurningin ikki verða eins stóran sum til seinastu tvær kanningarnar undan hesari. Góður helmingur av kømrunum á føroysku gistingarhúsunum vóru brúkt í fjør. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2023

13 Leygardagur 11. februar 2023

Birgir Lützen og Lina Næs ársins fyrstuhjálparar

Heiðurin sum Ársins Fyrstihjálpari 2022 fer til Birgir Lützen og Linu Næs fyri framúr avrik í likamligari fyrstuhjálp

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

14. mai 2022 fekk Sjúrður hjartasteðg í heiminum. Dóttir hansara rann inn til grannarnar, Birgir Lüten og Linu Næs, eftir hjálp.

Lina byrjaði hjartamýking beinanvegin og helt á til Birgir tók yvir, sum helt á við hjartamýking, inntil fólk frá Renn Fyri Lívinum komu við hjartastartara og sjúkrabilurin kom. Lina og Birgir arbeiddu væl saman, Lina tók puls og kunnaði um støðuna, ímeðan Birgir gav hjartamýking. Við at staðfesta skjótt, fara undir HLB skjótt, stoyta skjótt og fáa serkøna hjálp, hava tey sett yvirlivilsisketuna í gongd. Tey gjørdu munagóða fyrstuhjálp uttan steðg, sum gjørdi, at Sjúrður slapp væl frá tilburðinum og kann bera boð í bý.

[object Object]

Eisini fáa Karlot Hergeirsson og Tórfríð Johannesen heiðursbræv, fyri at hava bjargað Arnfinni Nielsen, ið brádliga fekk hjartasteðg, tá hann var gongutúr.

Tíbetur var Karlot beint við, og kundi fara í gongd við hjarta-lunga-bjarging. Tórfríð kom honum til hjálpar, og tey arbeiddu skjótt og væl. Anfinn yvirlivdi tilburðin, tí at Tórfríð og Karlot arbeiddu so munagott og skjótt.

[object Object]

Og heiðursbrøv fara eisini til Manningarnar á Fuglbergi og Skorabergi, sum hugsa og virka skjótt, tá teir leggja merkis til, at Sigmundur er dottin ímillum kai og skip. Teir senda boð eftir hjálp, og Páll letur seg í yvirlivilsisdrakt, tekur ein enda og leypur á sjógv. Ein annar rennur yvir á hitt skipið eftir hjálp. Tveir standa á kaiini og halda eyga við Sigmundi og Pálli. Allir í manningini standa á kaiini og fáa Sigmund og Páll upp á turt.

Øll fáa tey heiðursbræv og blómutyssi, umframt at Ársins fyrstihjálpari 2022 fær eina peningagávu frá Betri.

[object Object]

Fýra børn fáa eisini Ársins Barnaheiður fyri serstakt avrik innan fyrstuhjálp. Talan er um tvær hendingar. Í eini hendingini dettur ein drongur á sjógv, tá hann er farin við frítíðarskúlanum oman í bátahylin at fiska. Trý onnur børn gera skjótt av, renna eftir hjálp og fáa bjarga honum uppá turt. Børnini samstarva væl, hugsa klárt, hóast pressaðu støðuna, og megna at bjarga vinmanninum. Í hini hendingini megnar 12 ára gamal drongur at seta skjótt inn, og hugsa klárt, tá fosturpápin fær eitt epileptiskt anfall og missur vitið. Samstundis sum tann 12 ára gamli hjálpir fosturpápanum, megnar hann eisini at biðja um hjálp og at verja yngru beiggjarnar, sum eru 10 mánaðir og 5 ár, fyri ógvusligu hendingini.

[object Object]

At enda var eisini serstakur heiður latin til starvsfólkini á familjufyrisitingini, fyri hending, sum fór fram í september 2021, tá Eyrit fekk hjartasteðg. Av tí, at avvarandi ikki vistu, hvussu Eyrit fór at koma seg, var hendingin ikki meldað til ársins fyrstuhjálpara 2021. Tí fáa tey á familjufyrisitingini ein serstakan heiður fyri 2021, tá tey samstarva væl og geva Eyrit lívbjargandi fyrstuhjálp.

Reyði Krossur ynskir øllum hjartaliga tillukku við heiðrinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2023

14
Leygardagur 11. februar 2023

Jupiter seldur til Fuglafjarðar

Framherji keypir Jupiter at avloysa fyri Høgaberg til reiðaríið yvirtekur nýbygning í 2024

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Framherji hevur keypt uppsjóvarskipið Jupiter, sum skal loysa av fyri Høgaberg. Hetta váttar Anfinn Olsen, reiðari, fyri jn.fo í vikuni.

Høgaberg er seldur til Noregs og til sama reiðarí, sum lat hann byggja í 2014.

Nýggjur Høgaberg er í ger á Karstensens skipasmiðjuni í Polandi, og kemur til Skagen í januar 2024. Skipið skal latast reiðarínum á summrið 2024.

Reiðaríið, sum rekur Jupiter í dag, hevur keypt hetlendska Altaire, og yvirtekur eftir ætlan skipið seinni í hesum mánaðinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2023

15 Leygardagur 11. februar 2023

Edva Jacobsen tekur við sum aðalskrivari í Bláa Krossi

58 ára gamla fuglfjarðarkvinnan avloysir "Dakko" Petersen 1. mars. Hon hevur sitið í løtgintinum í níggju ár, í býráðnum í Fuglafirði í fimm ár og hevur eisini drúgvar royndir innan bankaheimin

Edva Jacobsen hevur arbeitt 25 ár í peningastovni, hevur víðkaðan bankaskúla, er merkonom í fíggjarstýring og hevur seinri lokið akademiútbúgving í fíggjar- og vinnustýring (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðani mars 2017 hevur Petur Jákup Petersen - vanliga nevndur Dakko - verið aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya. Hann gevst, tá hesin mánaðin er av, og nú er greitt, hvør tekur yvir.

Heimasíðan blakross.fo skrivar, at 1. mars tekur Edva Jacobsen við sum nýggjur aðalskrivari.

- Edva er úr Fuglafirði. Hon er 58 ár. Hevur arbeitt 25 ár í peningastovni, hevur víðkaðan bankaskúla, merkonom í fíggjarstýring og hevur seinri lokið akademiútbúgving í fíggjar- og vinnustýring.

Edva Jacobsen er best kend kring landið sum tingkvinna. Hon hevur sitið níggju ár á tingi fyri Sambandsflokkin. Øll árini var hon í Útnorðurráðnum. Frá byrjan av síðstu tingsetu var hon næstforkvinna, og í 2021.

Hon hevur sitið í býráð í heimbygdini síðani 1. januar 2017. Edva er forkvinna í sosialu nevnd í Fuglafirði.

[object Object]Edva Jacobsen tá nýggja húsið í Fuglafirði varð tikið í nýtslu í 2020 (Mynd: Sverri Egholm)

Heimasíðan hjá Bláa Krossi í Føroyum skrivar, at í síni frítíð er Edva virkin í missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði. Hon hevur verið limur í Bláa Krossi frá ungum árum.

Blái Krossur Føroya er hjálpar- og fráhaldsfelag við umleið 1.350 limum. Hann er skipaður á einum kristiligum diakonalum grundarlagi og vil arbeiða fyribyrgjandi, so at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsandi løgi/-evnum. Tað snýr seg um at hjálpa teimum, ið hava trupuleikar av rúsandi løgi/-evnum, og avvarandi hjá teimum persónum, sum stríðast við hesum.

Felagskapurin eigur og rekur Blákrossheimið á Nesi, sjey klædna- og búnýtishandlar kring landið, umframt fyribils hús og onnur støð í høvuðsstaðnum. Sambært heimasíðuni hevur Blái Krossur í løtuni umleið 30 fólk í starvi, umframt 400 sjálvboðin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2023

16 Leygardagur 11. februar 2023

Bjørn í altjóða havrættardómstólinum í Hamburg

Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, hevði vikuni fyrilestur fyri granskarum um landgrunskrøv

Japanska stjórnin fíggjar eina verkætlan, har granskarar úr ymsum londum kunnu verða knýttir at altjóða havrættardómstólinum í Hamburg í eitt níggju mánaðar tíðarskeið
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, helt mikudagin fyrilestur fyri granskarum, ið eru knýttir at altjóða havrættardómstólinum í Hamburg í Týsklandi.

Japanska stjórnin fíggjar eina verkætlan, har granskarar úr ymsum londum kunnu verða knýttir at altjóða havrættardómstólinum í Hamburg í eitt níggju mánaðar tíðarskeið.

Umframt at fáa gagn av granskingarumhvørvinum, verða altjóða viðurkendir serfrøðingar eisini bodnir til dómstólin at røða um ávís havrættarlig evni við tí endamáli at stimbra um vitanargrundarlagið hjá granskarunum.

Bjørn Kunoy varð í hesum sambandi boðin at røða um landgrunskrøv, t.e. hví og hvussu landgrunskrøv verða sett, og hvørjar løgfrøðiligar avbjóðingar kunnu koma fyri í tí sambandi.

Havrættardómstólurin er ein altjóða dómstólur við 21 dómarum, og hevur løgdømi í sambandi við allar trætur, ið viðvíkja viðurskiftum í havrættarsáttmálanum hjá ST.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2023

17 Leygardagur 11. februar 2023

Hátíðarhalda býarheitið í dag

Nes kommuna bjóðar til morgunmatar og heiðrar borgara nr. 1.500

(Mynd: nes.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í dag fer Nes kommuna at hátíðarhalda, at kommunan nú kann taka býarheiti í sambandi við at fólkatalið í kommununi er farið upp um 1.500.

Í hesum sambandi bjóðar bygdarráðið øllum borgarum til morgunmat og hátíðarhald í fimleikahøllini í Tofta skúla leygardagin kl. 10.

Morgunmatur verður at fáa frá kl. 10.00. Kl. 10.30 fer borgarstjórin, Súni í Hjøllum at halda røðu og heiðra borgara nummar 1.500.

Eisini verður felagssangur og Jens Marni Hansen fer at framføra. At enda fara Angela og Hannibal at undirhalda. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2023

18 Leygardagur 11. februar 2023

Vil heiðra burðadyggum klædnaloysnum

Nú er tíð at koma við uppskotum til umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins. Øll kunnu innstilla

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyar hava tríggjar ferðir vunnið umhvørvisløn Norðurlandaráðsins. Í 2006 vann Bogi Hansen, í 2015 vann Sev og í 2020 Jens-Kjeld Jensen.

Í fjør var ongin føroyingur ella føroyskt átak í uppskoti. Hóast øll kundu stilla inn, so kom onki uppskot úr Føroyum. Við umhvørvisvirðislønini er tað soleiðis, at tað skal vera innan fyri eitt ávíst evni á hvørjum ári.

Í fjør var evni “Náttúrugrundaðar loysnir fyri markfeldni og veðurlagi”. Kanska finnast ikki slíkar loysnir í Føroyum.

Framleiðsla og nýtsla av pløggum

So er spurningurin um nakað spennandi uppskot kemur til virðislønirnar, sum skulu handast komandi vetur. Í 2023 er evnið fyri umhvørvisvirðislønini “burðardygg framleiðsla og nýtsla av pløggum (tekstilum)”

Almenningurin fær aftur í ár møguleika at koma við uppskotum. Við evninum í ár ynskir dómsnevndin at seta sjóneykuna á, at Norðurlond kunnu ganga á odda í neyðuga skiftinum í allari virðisketuni í klædnaídnaðinum.

- Mátin vit handfara pløgg er ein heimsumfevnandi trupulleiki, og vit í Norðurlondum hava skyldu at broyta hugburð og umstilla okkum. Vit brúka nógv, og tað hevur ávirkan langt út um landamørkini. Stutt sagt keypa vit ov nógv, brúka ov lítið tað vit keypa og so endurbrúka vit ikki nóg mikið.

Tað sigur Cilia Indahl, ið er talsfólk fyri dómsnevndina fyri umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Frá framleiðslu til burturbeining

Evnið í ár snýr seg um alla ævina hjá pløggunum, frá framleiðslu til sniðgeving, sølu, umvæling, endurnýtslu og burturbeining.

- Vit eru í eini støðu, har vit skulu minka um brúkið, leingja livitíðina og finna fram til handilsskipanir, ið ganga í ring. Vit vóna, at virðislønin kann vera við til at vísa, at burðardygg klædnavinna er møgulig, og at tað longu nú finnast góð dømi í Norðurlondum, ið kunnu geva okkum íblástur, sigur Cilia Indahl við heimasíðuna norden.org.

Náttúruvirðislønin er tann einasta av heiðurslønunum Norðurlandaráðsins, har øll kunnu koma við uppskotum. Freistin at senda inn uppskot er týsdagin 9. mai.

Innstillast kunnu fyritøkur, felagsskapir ella persónar, sum fyrimyndarliga hava megnað at taka atlit til náttúru og umhvørvi í teirra virki ella á annan hátt hava tikið eitt serligt tak fyri náttúru og umhvørvi. Tey, ið fáa virðislønina skulu arbeiða í norðurlendskum høpi og virka í Norðurlondum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2023

19 Leygardagur 11. februar 2023

Íløgur fyri umleið 50 milliónir í ítróttarhøllina

Ætlanin er, á høllin á Strondum skal hava umleið 800 sitipláss, og at hon møguliga kann lúka ymisk altjóða krøv. Avtala er gjørd um staðsetingina, sum er beint sunnan fyri bygdahúsið

Sjóvar kommuna setti 8 millónir á fíggjarætlanina fyri hetta árið; hetta fyri at fyrireika og byrja arbeiðið at byggja. Nú kann kommunan eisini kunngera, at staðsetingin er komin uppá pláss; ein keypsavtala er gjørd viðvíkjandi parti av matrikklinum sunnanfyri bygdahúsið (Mynd: sjovar.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Hondbólturin hevur leingi verið høvuðsítróttargreinin í Sjóvar kommunu. StÍF bleiv stovnað í 1942, men vit hava ongantíð havt okkara egnu ítróttarhøll. Samstarv hevur verið við okkara góða granna, inni á Skála, um at teir gjørdu ítróttarhøllina, tætt við fótbóltsvøllin, og at vit á Strondum skuldu útbyggja skúla og svimjihøll, og síðani skuldu vit samstarva um hesar íløgur. Vit føla okkum tí væl inni á Skála, og ítróttarsamstarvið virkar sera væl.

Soleiðis skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðu sínari. Saknur hevur tó verið á einari høll á Strondum, og høllin á Skála er nú so nógv upptikin, at hon rúmar ikki tørvinum, ið er á venjing í løtu.

Nýggja ítróttarhøllin skal gera umstøðurnar hjá hondbóltsfelagnum StÍF munandi betri, og umframt at betra um umstøðurnar hjá StÍF, fer hendan íløgan eisini at geva ítróttinum sum heild á vestara armi á Skálafjørðinum betri umstøður - og vónandi eisini vera við til at menna okkum sum ítróttartjóð, skrivar sjovar.fo.

Kommunan setti átta millónir á fíggjarætlanina fyri hetta árið; hetta fyri at fyrireika og byrja arbeiðið at byggj. Nú kann kommunan eisini kunngera, at staðsetingin er komin uppá pláss; ein keypsavtala er gjørd viðvíkjandi part av matrikklinum sunnanfyri bygdahúsið:

- Vit eru komin ásamt um staðsetingina, sum verður sunnan fyri bygdahúsið á Strondum. Eisini er ætlanin at hava ein millumbygning, soleiðis, at ítróttarhøll og bygdahús verða knýtt saman. Í jaligum samstarvi við eigara av undirlendinum er avtala gjørd um, at Sjóvar kommuna keypir ein part av matr. nr. 601a til ítróttarhøllina.

[object Object]
Tekning av nýggju høllini, beint við síðuna av bygdahúsinum 

Staðsetingin av ítróttarhøllini er liður í ætlanini at vaksa um virksemið í økinum, har vøggustovur, barnagarður, frítíðarskúli, fótbóltsvøllur og bygdahús longu eru. Frítíðarskúlin verður í løtuni útbygdur, og ætlanin er eisini at nýggi frítíðarskúlin kemur at virka sum ungdómshús um kvøldarnar. Góð parkeringsviðurskifti eru í økinum, og hetta er ein stórur fyrimunur fyri verkætlanina, skrivar Sjóvar kommuna.

Sjóvar kommuna hevur samstarvað við JHF Teknistovu um verkætlanina, har mett hevur verið um stødd, útsjónd og tilfarsnøgdir. Sambært metingini verða samlaðu íløgurnar umleið 50 milliónir krónur. Ætlanin er, at nýggja høllin skal hava nógv sitipláss og harvið lúka ymisk altjóða krøv.

- Í hesum fyribils upplegginum fer høllin at hava umleið 800 sitipláss, umframt standipláss, og somuleiðis er ynskiligt at høllin kann lúka ymisk altjóða krøv, soleiðis at høllin kann nýtast til altjóða dystir í ávísum ítróttargreinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2023

20 Leygardagur 11. februar 2023

Óli Wolles er nýggjur rektari á Kambsdali

Royndi miðnámsskúlalærarin hevur millum annað útbúgving sum Cand.mag í religión, og hann hevur verið í leiðslu skúlans í átta ár. Hanna Jensen er nú løgtingskvinna og hevur søkt um farloyvi

61-ára gamli Óli Wolles hevur verið lærari í religión, verið lestrarvegleiðari og síðani 2014 í leiðslu skúlan. Heitið seinastu átta árini hevur verið útbúgvingarleiðari og síðani handilsskúlin og studentaskúlin vórðu lagdir saman í nýggja stovnin, hevur Óli verið annar av vararektarum skúlans (Mynd: kambsdalur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri beint undir tveimum árum síðani, tók Hanna Jensen við starvinum sum rektari á Miðnámi á Kambsdali.

Eftir at samgonga varð skipað beint undan jólum varð greitt, at Hanna Jensen fór at taka sæti í løgtinginum. Hon varð vald sum nummar fimm á listanum hjá Framsókn, og av tí at flokkurin fekk tvey landstýrisfólk, kom rektarin inn á ting.

Harvið hevur Hanna Jensen søkt um farloyvi frá rektarastarvinum, og nú hevur Barna- og útbúgvingarmálaráðið gjørt av, at seta Óla Wolles sum rektara.

Óli Wolles er 61 ára gamal, útbúgvin Cand.mag í religión frá Århus Universiteti og í føroyskum frá Fróðskaparsetri Føroya. Harumframt hevur Óli diplomprógv í vegleiðing, eisini frá Fróðskaparsetri Føroya.

Talan er um ein mann, sum kennir sítt arbeiðspláss væl, og er hann royndir á økinum. Óli byrjaði í starvi á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy í 1990 sum lærari í religión. Hann hevur eisini verið lestrarvegleiðari og síðani 2014 í leiðslu skúlan. Heitið seinastu stóru átta árini hevur verið útbúgvingarleiðari, og síðani Handilsskúlin og Studentaskúlin vórðu lagdir saman í nýggja stovnin, Miðnám á Kambsdali, hevur Óli verið annar av vararektarum skúlans.

Óli Wolles tekur við rektarastarvinum í dag 10.februar, skrivar Miðnám á Kambsdali.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2023

21 Leygardagur 11. februar 2023

Anna Brattaberg Samuelsen í Vágs býráð

Fleiri broytingar gjørdar í nevndunum í sambandi við, at Dennis Holm er farin í landsstýrið

Anna Brattaberg Samuelsen
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Býráðið í Vágs kommunu er mannað av nýggjum, nú Dennis Holm er tilnevndur til landsstýrismann við vinnu- og samferðslumálum.

Tað er Anna Brattaberg Samuelsen, sum gjørdist nummar fimm á lista E á kommunuvalinum 2020, sum tekur yvir sessin hjá Dennis Holm.

Broytingin hevur við sær eina umfatandi broyting í nevndarsamansetingini. Allar nevndirnar eru skipaðar av nýggjum, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni. Hesar broytingar eru gjørdar:

- Fíggjarnevndin: Eyðbritt Krosslá,  vara Anna B. Samuelsen
- Vinnu- og havnanevndin: Anna B. Samuelsen, vara Bárður G. Nielsen
- Tekniska og umhvørvisnevndin: Bárður G. Nielsen, vara Eyðbritt Krosslá
- Sosiala og heilsunevndin: Jónleyg Olivia Finnsdóttir, vara Anna B. Samuelsen
- Mentamálanevndin: Eyðbritt Krosslá, vara Jónleyg Olivia Finnsdóttir
- Barna- og ungdómsnevndin: Jónleyg Olivia Finnsdóttir, vara Eyðbritt Krosslá
- Ferðslunevndin: Bárður G. Nielsen og Anna Brattaberg
- Bú- og Heimatænastan: Bárður G. Nielsen, vara Eyðbritt Krosslá
- Ítróttarháskúlin í Suðuroy: Bárður G. Nielsen
- Skúlastýrið fyri Vágs skúla: Jónleyg Olivia Finnsdóttir
- Eldrasambýlið í Vági : Anna B. Samuelsen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2023

22 Leygardagur 11. februar 2023

33 sveinar fingið prógv á Glasi

Seinasta fríggjadag var prógvhandan á yrkisnámi á Glasi

Tanja Danielsen, fyrsti kvinnuligi rør- og blikksmiðurin í Føroyum, var millum teirra, sum fekk prógv fríggjadagin (Mynd: Glasir)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin 3. februar var prógvhandan á yrkisnámi á Glasi, har 33 sveinar fingu handað prógv sum elektrikarar, maskinsmiðir, rørsmiðir, bilsmiðir og húsasmiðir.

Á hátíðarligu løtuni, har sveinar, familja, vinfólk, lærarar og meistarar vóru til staðar, vóru talur, tónleikaframførsla og sjálvsagt prógvhandanir.

Løtan gjørdist eisini søgulig, tá Una Joensen, rektari, handaði Tanju Danielsen, sum er fyrsti kvinnuligi rør- og blikksmiðurin í Føroyum, prógv, skrivar Glasir í tíðindaskrivi.

Niðanfyri eru myndir frá prógvhandanini.

[object Object]Bilsmiðir frá vinstru: Hans Kristian Lindenskov, Berg Motors, Jan David Hansen, BBR Service. Vantar á myndini: Rósa Miðalberg, Bil- og Dekkverkstaðið.

[object Object]Elektrikarar frá vinstru: Eyðstein Arnason Johansen, El-Service, Jens Bartal W. Undir Skarði, LM Electric, Jóannis á Steig, LM Electric, Jógvan á Steig, El Net, Kári Sólsker, El-Service, Magni Weihe, LM Electric, Olga Esterina Kislova, LM Electric, Regin í Gerðinum Olsen, El Net, Rógvi Larsen, LM Electric, Sámal Jákup Jóhannusarson, LM Electric. Vantar á myndini: Aleksandur Larsen Black, Install.

[object Object]Maskinsmiðir frá vinstru: Erolf Teddy Olsen, Landsverk, Gundur Johansen, Varðin Pelagic, Hjalti Hermansson, Mest, Julian Hayfield Eysturdal, Articon, Pól Torgeir B. Jacobsen, SEV. Vanta á myndini: Dann Poulsen, NomaTek og Jóhann Erlingur Weihe, Mest.

[object Object]
Smiðir frá vinstru: Benjamin Skorá, Mest, Birgir Ryan, Demich, Eirikur Jensen, Demich, Hákun á Plógv, Orkuloysnir, Josva Magnussen, Mest, Tanja Danielsen, Demich.

[object Object]Húsasmiðir frá vinstru: Boas Søderstrøm Nielsen, Eysturlon, Gilli Sjúrðarson Holm, Búsetur, Hans Olaf á Hvítubrúgv Garðalíð, Búsetur, Hørður Heðinsson Askham, BE Smíð, Jákup Klein Hanssen, Articon, Jan Arge, J. og K. Petersen Contractors, Jens Mogensen, Húsavarðatænastan, Jónas Warner, M. H. Smíð, Óli Christian Holbæk Mortensen, CS-Hús, Óli Højsted, ÁTS, Ragnar Skála, Húsavarðatænastan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2023

23 Leygardagur 11. februar 2023

Beinir Bergsson fingið 40.000 krónur úr grunni Thorvalds

Gávugóðs Thorvalds Poulsen av Steinum 2022 varð mikukvøldið latið Beini Bergssyni

(Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á hátíðarhaldi í kvøld í Nýggjustovu hjá Listasambandi Føroya varð avdúkað, at ungi yrkjarin, Beinir Bergsson, fær 40.000 krónur í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2022.

Nevndin í grunninum, sum umboðar Fróðskaparsetur Føroya, Listasamband Føroya og Føroya Lærarafelag, grundgevur m.a. soleiðis fyri avgerðini um, at júst hetta unga skaldið hevur uppiborið fíggjarligan styrk og heiður:

Beinir Bergsson hevur givið út tvey yrkingasøvn: "Tann lítli drongurin og beinagrindin" og "Sólgarðurin".

Beinir Bergsson hevur longu fingið viðurkenning fyri sínar skaldagávur. Fyrsta Ebbuvirðislønin varð latin honum fyri debutyrkingasavnið "Tann lítli drongurin og beinagrindin" í 2018, og "Sólgarðurin" var í uppskoti til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2022.

At gávugóðs úr Grunni Torvalds Poulsen av Steinum nú verður latið honum er fyri at strika undir, at her er eitt ungt yrkjaratalent, hvørs skaldskapur hevur dygd og serligan týdning og tí stuðul uppibornan.

Yrkingasavnið "Tann lítli drongurin og beinagrindin", ið Sprotin gav út í 2017, snýr seg um sorg eftir at hava mist pápan. Tað er torført at seta orð á sorgina, nevna tey deyðu og tosa um tey. Í nøkrum reglum úr yrkingini “Buldurbrakið” lýsir Beinir Bergsson frustratiónina soleiðis:

Orðini kámaðust alsamt, tey grulvaðu longur niður í hálsin.
Í neyðstøðuni koyrdi hann hondina inn í munnin fyri at
fáa fatur á ljóðunum. So hann endiliga kundi hoyra, hvørji tey vóru.
Hondin fekk fatur á teimum, aftaná at hava leitað allastaðni
í hálsinum, sum hon hevði leitað áður.

Hetta er ein góð og sterk lýsing, sum knýtir saman orð, hond, háls o.s.fr., og letur sorgina koma fram í rørslum, sum lesarin kann kenna aftur og skilja.

Seinna savnið, "Sólgarðurin", sum kom út í 2021 á forlagnum Exil, er eitt undangonguverk, tí tað er so opið og týðiligt um kærleikan, longsulin og girndina millum tveir menn.

Ein kundi hugsað, at tað ikki var neyðugt at nevna hetta innihaldsliga eyðkennið í savninum ella gera nakað burturúr tí; men tað er umráðandi at nevna, tá vit hugsa um ta umrøðu og viðgerð, sum samkynd og lgbt+ hava fingið í almennum kjaki í Føroyum..

Tí kunnu vit vera errin og fegnast um, at Beinir Bergsson hevur dirvi at geva yrkingasavn út um sínar kenslur og sína tráan uttan at fjala, hvør hann er. Hetta er fyrimyndarligt og ruddar slóð fyri øðrum, ungum sum eldri. Við útgávuni "Sólgarðurin" letur Beinir Bergsson upp fyri nýggjum leiðum í føroyskari yrking á ein vakran og inniligan hátt, har náttúra, kroppar, kærleiki, tráan og vinar- og ættarbond ganga inn í hvørt annað.

Beinir Bergsson hevur MA-útbúgving í bókmentum og týðingarfrøði frá Háskóla Íslands, og hann lesur í løtuni ritlist á Fróðskaparsetri Føroya.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2023

24 Leygardagur 11. februar 2023

Sangleikurin "Shrek" í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Tað eru næmingar á e-Nám sangleikabreytini í Fuglafjarðar skúla, sum framføra leikin í mars

Mentanarhúsið í Fuglafirði (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Aftur í ár bjóðar e-Nám sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla til ein nýggjan sangleik.

Tað verður í døgunum 18. til 29. mars, tá breytin sýnir fram ”Sangleikurin Shrek” í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

– Sangleikurin er so heilt avgjørt fyri øll – bæði stór, smá, ung og gomul. Leikurin, ið tekur umleið tveir tímar, er bygdur á stuttliga og øðrvísi ævintýrfilmin frá 2001, skrivar Fuglafjarðar kommuna.

– ”Sangleikurin Shrek” hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Sjónleik, tónleik, sang, dans, tøkni – og ikki minst verður sera nógv gjørt burturúr búnum og palli! Næmingarnir spæla og syngja, og fakfólk saman við næmingum, foreldrum og avvarðandi taka sær av búnum og palli.

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, sum hava sangleikin undir hond.

28 næmingar í 10. flokki eru á e-Nám sangleikabreytini í ár. Næmingarnir eru úr Fuglafjarðar skúla og skúlanum við Streymin.

Almennar sýningar eru 18., 19., 22., 23., 24., 25., 26. og 29. mars klokkan 19. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2023

25 Leygardagur 11. februar 2023

Spæl Føroyskt vikan í nýggjum hami

Skipað verður fyri tónleikatiltøkum kring landið somu vikuna, sum FMA er leygarkvøld, og kringvarpið bara spælir føroyskt

VSJ á FMA 2019 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Spæl Føroyskt vikan verður aftur á skránni í ár, frá 6. til 12. mars, men hesaferð í nýggjum hami. Tað verður bæði ein vika, har KVF fer at spæla føroyskan tónleik burturav og ein vika við framførslum og framløgum við føroyskum tónleiki kring alt landið, og enntá á føroyskum sendistovum úti í heimi.

[object Object]

Tað er Tónleikasamband Føroya og KVF, sum samstarva um Spæl Føroyskt.

- Við Spæl Føroyskt vikuni, seta vit føroyskan tónleik á breddan og eggja spælistøðum, stovnum, fyritøkum og privatpersónum at mynda vikuna, júst sum teimum lystir, sigur Dánjal á Neystabø, formaður í Tónleikasambandi Føroya.

- Tað kann vera ein framførsla í eini frisørsalong, ein barnagarður, sum framførir á einum ellisheimi ella felagssangur í eini hugnaligari stovu. Tað er bert hugflogið, sum setur mørk, sigur Dánjal.

- Men hví hava eina Spæl Føroyskt viku?

- Við Spæl Føroyskt vikuni vilja vit virka fyri einum livandi tónleikalívi, sum styrkir bond og skapar savningarmegi innan føroyskan tónleik. Tá vit siga føroyskan tónleik, meina vit við allan tónleik, sum er framførdur ella framleiddur av føroyingum, alt frá Kingo sálmi, til tungmálm, rapp og føroyskan dans. Hetta er veruliga ein vika, ið heiðrar føroyskum tónleiki í breiðastu merking, sigur Dánjal og leggur afturat:

- Við hesum eru vit eisini við til at stimbra føroyska tónleikaarvin og málið.

Hæddarpunktið í Spæl Føroyskt vikuni er FMA (Faroese Music Awards), sum verður í Norðurlandahúsinum 11. mars og sent beinleiðis í KVF, her føroyskur tónleikur verður fagnaður og heiðraður.

Tónleikasamband Føroya fer so líðandi at avdúka ymsu tiltøkini kring alt landið á sosialu miðlunum. Fólk, ið ynskja at skipa fyri onkrum og harvið gerast partur av Spæl Føroyskt skránni, kunnu seta seg í samband við fyrireikararnar á [email protected]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2023

26 Leygardagur 11. februar 2023

Syngja 101 kórsangir í Finsen í dag

Tað verða kórleiðarnir Leif Hansen og Benjamin Gaasedal, sum fara at leiða kórsangin, ið helst fer at ljóma í góðar fýra tímar. Byrjað verður klokkan 16, og sungið verður úr bókini hjá Zacharias Sørensen frá 2021

Kórbókin ”101 kórsangur”, sum kom út í juni 2021, hevði til endamáls at savna teir flestu føroysku kór-evergreens í einari bók. Ætlanin hevur allatíðina verið at sungið allar sanginar í bókini ein seinnapart, men høvi hevur ikki verið til tess. Í dag verður tað so roynt
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kórbókin ”101 kórsangur”, sum kom út í juni 2021, hevði til endamáls at savna teir flestu føroysku kór-evergreens í einari bók. Ætlanin hevur allatíðina verið at sungið allar sanginar í bókini ein seinnapart, men høvi hevur ikki verið til tess. Í dag verður tað so roynt.

Zacharias Sørensen fekk hugskotið til hesa bók, eftir at kórfólk fóru at spyrja eftir nótum til allar hesar ”evergreens”, sum sungnir vóru á kórstevnum, á ólavsøku og aðrastaðni, har kórsangarar savnaðust.

Gerast skuldi ein antologi við kórsangum, ið ikki var so stór í vavi og soleiðis høglig at hava uppiá sær. Saman við kenda kórkomponistinum Knúti Olsen savnaði Zacharias tilfar, og endin var, at bókin kom at innihalda 101 kórsangir.

Í dag klokkan 16 í Finsen verður høvi hjá øllum kórsangarum at syngja sanginar í bókini. Vónin er, at sangarar úr øllum landinum koma til Havnar at syngja. Tað verða kórleiðarnir Leif Hansen og Benjamin Gaasedal, sum fara at leiða kórsangin.

Kaffi, te, kakur og frukt verður at fáa. Tiltakið er ókeypis og eingin tilmelding er.
Fyrireikaranir rokna við, at sangur fer at ljóma einar góðar fýra tímar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2023

27 Leygardagur 11. februar 2023

Beyoncé eigur nú metið fyri flestar Grammy’s

Tónleikaídnaðurin lat sínar Grammy-virðislønir sunnukvøldið

(Mynd: BBC)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Amerikanska songkvinnan Beyoncé gjørdist mánanáttina tað tónlistafólkið, sum hevur vunnið flestar Grammy virðislønir nakrantíð.

Higartil hevur ungarski orkesturleiðarin, Georg Solti, við 31 heiðurslønum verið tann, ið hevur vunnið flest slíkar. Men í nátt kom Beyoncé upp á 32 og hevur nú vunnið fleiri heiðurslønir enn nakar annar.

41 ára gamla sangarinnan var tilnevnd nýggju virðislønir, tá The Recording Academy, lat sínar Grammy virðislønir fyri góð avrik innan tónleikaútgávur.

Beyoncé vann sína 32. standmynd, tá útgáva hennara “Renaissance” varð kosin besta útgáva innan ‘dance/electronic recordings’

Sambært AP tíðindastovuni var Beyoncé ikki sjálv til staðar, tá hon varð kosin mest Grammy-vinnari nakrantíð. Hetta tí, at bilur hennara sat fastur í einum ferðsluproppi í Los Angeles.

Hóast Beyoncé er hin mest vinnandi nakrantíð, so hevur hon enn ongantíð vunnið bólkin, sum eigur “album of the year”, sum er galdandi fyri allar sjangrur. Og hon hevur bert einaferð vunnið “ársins sang”. Tað var fyri “Single Ladies” í 2008.

Beyoncé gjørdist tó stóri vinnarin í gjárkvøldið við fýra heiðurslønum.

Millum hinar vinnararnar var 89 ára gamli Willie Nelson, sum vann sína 12. grammy fyri bestu country-útgávu, “A Beautiful Time”.

Bert 23 ára gamla jazz-sangarinnan, Samara Joy, varð kosin ársins nýggja listafólk.

Bretski Harry Styles vann ‘album of the year’ fyri “Harry’s House, meðan Lizzo, sum veruliga eitur Melissa Viviane Jefferson, vann ‘record of the year’ fyri “About Damn Time”.  Bonnie Raitt vann ‘song of the year” fyri “Just Like That”. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2023

28 Leygardagur 11. februar 2023

Drotningin skal undir skurð fyri trupulleikar í rygginum

Tað fer at taka drúgva tíð áðrenn hon verður fullbirg aftur eftir endirvenjing

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Margreta drotning skal undir skurð fyri fyri ryggin. Hetta hendir á ríkissjúkrahúsinum 22. februar.

Tað upplýsir danska kongshúsið í tíðindaskrivi í vikuni.

Eftir samráð við serfrøðingar á ríkissjúkrahúsinum hevur drotningin gjørt av at fara undir eina størri skurðviðgerð í rygginum.

Eftir skurðin, skal hon liggja á sjúkrahúsinum í eina tíð, og væntað verður eisini, at endurvenjingin far at taka drúgva tíð.

Kongshúsið skrivar, at viðgerðin merkir, at ein røð av tiltøkum, sum drotningin skuldi vera við til, antin verða avlýst, útsett, ella at onkur annar í familjuni tekur yvir.

Fyrr í mánaðinum gav Margreta drotning avboð at vera við til upplatingina av eini framsýning á tjóðarsavninum í Keypmannahavn.

Hetta var fyrsta avlýsing hennara síðan í september, tá hon á øðrum sinni varð testað positiv fyri korona, og fór í sóttarhald.

Ætlanin var, at drotningin í hesi vikuni skuldi til Noregs at halda vetrarfrí, men ferðin varð avlýst orsaka av trupulleikunum í rygginum.

Í farna mánaði var drotningin við, tá svágurin, fyrrverandi kongurin Konstantin, fór til gravar í Metropolis-katedralinum í grikska høvuðsstaðnum, Athen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2023

29 Leygardagur 11. februar 2023

Jacob Ellemann-Jensen í sjúkrafarloyvi í óvissa tíð

Danski verjumálaráðharrin fer í sjúkrafarloyvi eftir at hann í síðstu viku fekk eitt dánilsi

Jacob Ellemann-Jensen (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jacob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra og verjumálaráðharri, fer í sjúkrafarloyvi i óvissa tíð. Tað hendir eftir, at hann í síðstu viku fekk eitt dánilsi.

Sambært Ellemann kemur sjúkrameldingin aftaná eitt longri tíðarskeið, har hann sum floksformaður og sum ráðharri hevur havt nógv jørn í eldinum.

- Kroppurin sendir tekin um, at tað er tíð til at taka ein steðg, um tað ikki skal enda galið. Hesum lurti eg eftir. Úrslitið er tí at eg, eftir ráðum frá lækna, verði noyddur at taka stikkið úr eina tíð og fara í farloyvi. Og so vendi eg aftur, tá eg eri klárur, sigur Jacob Ellemann-Jensen í fráboðan.

Meðan Vinstra-formaðurin er í farloyvi, tekur búskaparráðharrin Troels Lund Poulsen við sum verjumálaráðharri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2023

30 Leygardagur 11. februar 2023

Mette Frederiksen: Føroyar skulu fáa betri atgongd til ES-marknaðin skjótt

Hetta kom forsætisráðsfrúan inn á, í samband við at Anna Falkenberg spurdi um makrel og føroyskan atgongd til marknaðin

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrsti sonevndi víðkaði spurnartímin í hesu fólkatingssetuni var í vikuni á Fólkatingi. Hetta merkir, at norðuratlantisku limirnir - saman við donsku floksformonnunum - kunnu seta forsætisráðfrúuni upp til tríggjar spurningar hvør.

Hendan møguleikan nýtti Anna Falkenberg, umboð fyri Sambandsflokkin, til fyrst at spyrja um orðingina í danska samgonguskjalinum:  "Einki um Føroyar og Grønland uttan um Føroyar og Grønland". Mette Frederiksen útgreinaði hetta eitt sindur, og síðani var evni markelur 

- Tað er eingin loyna, at forsætisráðfrúuni dámar væl makrel upp á breyð. Fyri at vísa á týdningin av, at Føroyar fáa betri atgongd til ES-marknaðin, valdi Anna at innleiða seinna spurningin á heldur ótraditionellan hátt. Tí hóast Føroyar útflyta heilt nógvan makrel, fáa danir ikki gleði av føroyskum makreli upp á breyð. Føroyar kunnu nevniliga ikki útflyta meirvirkaðan makrel til Danmarkar, ella onnur ES-lond, uttan at tollur verður lagdur omaná. 

Soleiðis lýsir Sambandsflokkurin spurningin og umstøðurnar í tíðindaskrivi. 

Í svarinum varð víst á týdningin av, at Føroyar fáa betri atgongd til ES-marknaðin, og forsætisráðfrúun kom inná, hvussu danska stjórnin fer at virka fyri at hetta verður veruleiki sum skjótast

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2023

31 Leygardagur 11. februar 2023

Evropeisk lond senda hjálp til Turkalands

Talið av deyðum í Turkalandi og Sýrialandi er komið upp um 500

Diyarbakir er ein av býunum, sum varð hart raktur í skjálvtanum mánanáttina (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bjargingarfólk úr fleiri evropeiskum londum vóru mánadagin eru á veg til Turkalands fyri at hjálpa landinum í álvarsligu støðuni eftir jarðskjálvtan har.

Tað sigur neyðhjálparkommiserurin hjá ES, Janez Lanarcic, sambært AFP tíðindastovuni.

- Bjargingarlið úr Niðurlondum og Rumenia eru longu á veg, skrivaði hann á Twitter mánadagin.

ES-skipanin fyri borgaravernd er sett í verk eftir jarðskjálvtan. Turkalands hevur eisini biðið ES um hjálp, skriva tíðindastovurnar.

Og fleiri lond hava longu boðað frá, at tey fara at senda hjálp. Umframt Niðurlond og Rumenia, er talan um Belgia, Poland, Spania og Finnland.

Uttan fyri Evropa, hava eitt nú Ísrael og Russland boðað frá, at tey eru til reiðar at senda Turkalandi hjálp.

Jarðskjálvtin rakti Turkaland umleið 50 kilometrar frá markinum til Sýria. 

[object Object](Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2023

32 Leygardagur 11. februar 2023

Frakland: Deyðiligasti eldsbrunin í tíggju ár

Ein kvinna og sjey børn hennara lótu lív, tá eldur kyknaði í einum húsum í Norðurfraklandi mánanáttina

(Mynd: Reuters)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mánanáttina var ein syrgilig hending í býnum Charly-sur-Marne í Norðurfraklandi, umleið 80 kilometrar eystan fyri Paris.

Grannar varnaðust stutt fyri klokkan eitt, at eldur var í einum húsum, og varð ringt eftir sløkkiliðnum.

Í húsunum vóru níggju fólk, og bert ein persónur varð bjargaður úr brennandi húsunum. Hini, ein kvinna og sjey børn hennara, doyðu av roykeitran.

Børnini vóru millum tvey og 14 ár – fimm gentur og tveir dreingir, upplýsir lokala løgreglan og sløkkiliðið.

Maðurin hjá kvinnuni, sum var pápi til trý av børnunum, varð bjargaður úr húsunum, men hann fekk álvarsligan skaða, og varð sendur í viðgerð á sjúkrahúsi.

Orsøkin til eldin verður hildin at vera ein feilur við einari turkitrumlu, sum stóð í stovuhæddini av húsunum. Maðurin royndi, sum skilst, at sløkkja eldin, meðan kvinnan og børnini rýmdu upp á fyrstu hædd. Men tað var trupult hjá sløkkiliðnum at fáa atgongd til hesa hæddina útifrá, og tí bar ikki til at bjarga teimum.

Tilsamans 80 sløkkiliðsfólk vórðu boðsend at basa eldinum.

Sambært Ritzau er talan um deyðiligasta eldsbrunan, sum hevur verið í Fraklandi seinastu tíggju árini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2023

33 Leygardagur 11. februar 2023

Fyrsti flutningurin av hetlendskum vindmyllum gekk sum fótur í hosu

Ein varði í hetlendskari orkusøgu

Fyrsta konvoyin við vindmylnulutum til risastóru vindmylnulundina í Hetlandi komin á mál (Mynd Shetland Times)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eftir áralangt fyrireikingararbeiði vórðu í vikuni fyrstu einstøku partarnir av komandi vindmylnulundini hjá Viking Energi fluttar úr havnini í Lerwick inn á meginlandið, har pláss er gjørt klárt til ikki færri enn 103 Vestas vindmyllur. Hetta veit Shetland Times at siga frá.

[object Object]

Umleið 1.000 lutir skulu komandi hálva árið flytast frá Greenhead Base í Lerwick umleið ein tíma á framleiðslustaðið. Hetta gekk sum fótur í hosu uttan nakrar trupulleikar sigur Aaron Priest frá Viking Energy Windfarm við Shetland Times. 

Sambært blaðnum fylgja hetlendingar sera spentir við gongdini, nú teir í komandi ári fara at uppliva eina vindorkukollvelting eins og nógv onnur lond, eitt nú Føroyar, har fólk frá Enercon júst í løtuni leggja seinastu hond á arbeiðið at seta upp tær seks vindmyllurnar í Flatnahaga og knýta tær í elnetið.  

Vindmylnulundin í Hetlandi fer sambært Shetland Times at gerast “UK´s most productive onshore windfarm”. 

[object Object]

Talan er um eina sera stóra flutningsuppgávu og hana ætla hetlendingar sær at megna, nú vindmylnulundin fer at fáa so stóran týdning fyri alt samfelagið. Um tríggjar vikur ella so verður farið undir at flyta stóru og tungu vongirnar og torn, nakað, sum fer at krevja meira av flutningsakførunum og fólkunum, sum eru knýtt at arbeiðinum. Nógvur vindur kann gerast ein avbjóðing fyri flutningin komandi vikurnar, men hædd verður sjálvandi tikin fyri tí siga stigtakararnir. 

[object Object]

Væntandi fer fyrsta vindmyllan at standa klár í apríl. Allar myllurnar verða væntandi liðugt uppsettar við árslok. 

[object Object]

Um somu tíð sum flutningurin av vindmyllunum fer fram, verður ein eins spennandi og týðandi verkætlan framd við at leggja ein sonevndan HVDC elkaðal millum Kergord í Hetlandi og Caithness í Skotlandi. Ætlanin er, at hann skal verða klárur at taka í nýtslu á vári í 2024, tá fyrsti streymurin frá vindmylnulundini fer at veita bæði húsarhaldunum í Hetlandi streym eins og fara til útflutnings til Skotlands.

Miðjað verður ímóti at sleppa av við yvirskotsorkuna umvegis elkaðalin millum Hetland og Skotland. 

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2023

34 Leygardagur 11. februar 2023

Norski oljugrunnurin 1.500 milliardir ríkari í 2023

Í dag eru 13.929 milliardir krónur í norska oljugrunninum

3 prossent av avkastinum í norska oljugrunninum fara á hvørjum ári á norsku fíggjarlógina, í fjør 400 milliardir krónur
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eftir eitt vánaligt ár í fjør við minkandi avkasti uppá góðar 1.600 milliardir krónur, hevur norski oljugrunnurin henda fyrsta mánaðin í ár havt vind í seglunum. Virðið av grunninum er í januar vaksið við 1.500 milliardum krónum til nærum 14.000 milliardir.

Síðani endurskoðanina av grunninum í 1998 er virðið fyri tað mest bara vaksið, tó at einstøk ár hevur avkastið verið negativt, skriva norskir miðlar. Í fjør vóru tað íløgur í stórfyritøkurnar Amazon, Facebook (Meta), Tesla, Apple og Microsoft, sum góvu eitt vánaligt úrslit við negativum avkasti.

Tað vóru so fyrst og fremst partabrøv í orkufeløg, sum togaði úrslitið tann rætta vegin í fjør. Hesi vóru m.a. Exxon Mobil, Chevron, TotalEnergies og Shell. 3 prosent av avkastinum hvørt ár fara á norsku fíggjarlógina, í fjør 400 milliardir krónur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2023

35 Leygardagur 11. februar 2023

Bora gassbrunn eystan fyri Føroyar

Arbeitt verður við at útbyggja og víðka um stóru gassleiðirnar vestan fyri Hetland við møguligum nýggjum framleiðslum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað eru nú nøkur ár síðani, at stórar íløgur vórðu gjørdar í útbygging av fleiri stórum og týðandi gassleiðum á Atlantsmótinum, millum Hetland og Føroyar.

Fyrst komu Laggan Tormore og seinni Glenlivet og Edradour, ið allar vórðu knýttar í felags gassleiðing á havbotninum til gassterminalin í Sullom Voe í Hetlandi. Í dag eru hesar gassleiðirnar ein av høvuðsveitarunum av gassi til stóra bretska marknaðin.

Men nú í mong ár hevur verið arbeitt við at finna nýggjar gasskeldur í grannalagnum til tess at tryggja framtíðar veitingar og harvið orkutrygdina í Bretlandi.

[object Object]
Sirklarnir umboða økini, sum Bretland ætlar at varpa mest ljós á komandi árini til tess at gera landið óheft at innfluttari orku. Økið millum Hetland og Føroyar telist millum mest týðandi økini og verða fleiri olju- og gassleiðir helst útbygdar her komandi árini 

Tað er franska orkufelagið TotalEnergies, ið hevur gingið á odda við gassframleiðlu á Atlantsmótinum og hevur felagið saman við øðrum eitt nú orkufeløgunum Kistos og Rockrose í hyggju at útbyggja tvær aðrar gassleiðir aftrat í sama økinum, nevniliga Glendronach, sum varð funnið í 2018 og Victory, sum varð funnið fyri skjótt 30 árum síðani.

At hesar nú kunnu útbyggjast kemst m.a. av, at tað longu finst eitt undirstøðukervi í økinum umframt, at eftirspurningurin eftir gassi er vorðin so stórur.

[object Object]
Skjótt verða fleiri gassleiðir knýttar í rørleiðingsskipanina vestan og eystan  fyri Hetland

Aftrat hesum kemur so enn ein leið, ið verður mett at vera “highly prospective” tvs. sum kann goyma stórar nøgdir av gassi, nevnd Benriach.

Ætlanin er at bora ein brunn í øðrum ársfjórðingi í ár. Tá fáa vit so at vita, um forsøgnirnar halda. Hon fer tá at verða bundin í somu gassleiðingsskipan sum hinar gasskeldurnar millum Hetland og Føroyar. 

Umframt at varpa ljós á framtíðar gassvirksemi vestan fyri Hetland arbeiða fleiri stór orkufeløg við ymsum útbyggingarætlanum av olju- og gassleiðum hesi hava funnið mongu seinastu árini men sum enn ikki eru útbygd og farin undir framleiðslu.

Feløgini eru BP við Clair South, Ithaca Energy við Cambo og Equinor við Rosebank. Talan er um risastórar olju- og gassleiðir, sum allar eru partur av framtíðar orkupolitikkinum hjá bretsku stjórnini, ið vil økja um eginframleiðsluna fyri harvið at sleppa undan at innflyta stórar nøgdir av olju og gassi úr útlandinum í framtíðini. 

Áhugavert er eisini við føroyskum eygum at bíta merki í, at allar umrøddu olju- og gassleiðir liggja eystan fyri Føroyar og ikki so langt frá markinum heldur. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2023

36 Leygardagur 11. februar 2023

Vinnarar á Ítróttafagnaðinum

Norðurlandahúsið var leygarkvøldið karmur um Ítróttafagnaðin, sum ÍSF skipaði fyri á fimta sinni

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Innsent

Leygarkvøldið var Norðurlandahúsið karmur um ÍtróttaFAGNAÐIN, sum ÍSF skipaði fyri á fimta sinni. Tey, ið vórðu tilnevnd og heiðrað, eru bæði úrmælingar innan sína ítróttargrein, og fólk, ið eru savnandi og mennandi fyri lokala ítróttarlívið.

Fimm heiðurslønir vórðu lætnar, umframt Heiðursskjal Poul E. Petersen.

Sí eisini: Myndir: Ítróttafagnaðurin 2022

ÍtróttaNAVNIÐ 2022 er Hákun West á Teigum, ið hevur havt eitt framúr kappingar ár, bæði á føroyska hondbóltslandsliðnum og við felagi sínum Skanderborg í bestu donsku deildini. Evnaríkið Hoyvíksingurin hevur eisini nýliga, skriva undir sáttmála við eitt av teimum bestu liðunum í Týsklandi.

Hini tilnevndu vóru Knút Lutzen og Kvinnuliðið hjá H71.

[object Object]Hákun West av Teigum kundi ikki vera heima til ítróttafagnaðin, so mamma Hákuns, Hallbera West, tók ímóti heiðrinum (Mynd: Sverri Egholm)

STJØRNUSKOTIÐ 2022 gjørdist Óli Mittún – hann vann greipuna fyri H71, spældi sínar fyrstu A-landsdystir og umboðaði Føroyar í bæði U18 og U20 EM-endaspølum. 

Óli var kosin besti spælarin í U18 EM kappingini, og harafturat kom skrivaði hann undir sáttmála við svenska stórfelagið Savehof.

Hini tilnevndu vóru Jónas Gunnleivsson Isaksen og Ragnheiður Ólafsdóttir Dam.

[object Object]
Tað er háárstíð í hondbóltskappingunum uttanlands, so heldur ikki Óli Mittún kundi vera í Føroyum. So mamman, Ann Ellefsen, tók ímóti (Mynd: Sverri Egholm)

FYRIMYNDIN 2022 er Jógvan K. Glerfoss í Bragdinum - hann brúkar sera stóran part av síni frítíð til ítróttin og venjingar, eins og hann setur seg inn í servenjingar av ymsum slag. 

Hann leggur serliga nógva orku í tey ungu, sum við honum sum venjara røkka úrslitum, sum kunnumetast við tey í grannalondum okkara.

Saman við Jógvani vóru Róland Toftum og Hanna Erlingsdóttir Olsen, tilnevnd.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

ÍtróttaÁTAKIÐ 2022 er Special Olympics fótbóltsliðið hjá HB. 

Hvørja viku er skipað venjing fyri vaksin við menningartarni í HB. Talan er um átak, sum styrkir og víðkar felagsskapin, soleiðis at vaksin við menningartarni eisini eru virkin partur av fótbóltsfamiljuni. 

Í oktober vóru dreingirnir í  smálandakapping í Liktinstein, og vunnu teir B-bólkin.

Í uppskoti til besta ítróttaátak vóru eisini “Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn” hjá Tórshavn Boksing og Felagsliði hjá fimleikafelagnum Støkk.

[object Object]
Formaðurin í HB, Páll Mohr Joensen, var í síni tíð við til at taka stig til, at felagið kundi skipa fyri fótbóltsvenjing fyri ung við menningartarni (Mynd: Sverri Egholm)

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022 er Fótbóltsfelagið Víkingur – felagið hevur seinastu árini sett sær stór mál og satsað uppá egið tilfeingi. Eisini er stórur dentur lagdur á breiddina, har felagsskapurin verður dyrkaður. Hetta hevur við sær, at Víkingur er tað felagið, sum hevur flestar spælarar skrásettar samanborið við fólkatalið.

Í uppskoti til ÍtróttaFELAGSSKAPIN 2022 vóru eisini H71 og Royn.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Heiðursskjal Poul E. Petersen varð latið Hansinu á Plógv fyri sítt ótroyttiliga, sjálvbodna arbeiði fyri róðrarfelagið í Sandavági. 

Í grundgevingini stóð m.a at Hansina hevur mong ár á baki í róðrardeildini í Sandavági. Bæði sum róðrarfólk, venjari, nevndarfólk og seinastu 35 árini sum forkvinna. 

Og hóast hon er vorðin 70 ár, so er hon enn virkin í felagnum. So seint sum síðsta summar sat hon sum róðurskvinna á fleiri stevnum. 

Ungdómsítróttur í smærri bygdunum kann vera trupul, tí tey ungu mangan leita sær av bygdini millum annað í lestrarørindum. Men Hansina hevur altíð lagt nógva orku í at gera róðrarumstøðurnar góðar sum møguligt, soleiðis at tey ungu framhaldandi tíma og vilja rógvingina. 

Hon hevur verið við til at bygt neystið, og so hevur hon lagt nógva orku í at manna barnaróðrarbátarnar og framhaldandi stimbra og menna rógvararnar. 

Endamálið við at lata heiðursskjal Poul E. Petersen er at heiðra eldsálir í føroyskum ítrótti, og fyri heiðurin fekk Hansina á Plógv gullnál ÍSF.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Allir vinnararnir fingu steyp, skreytblað og blómur. Hartil fingu tey, sum vunnu ÁTAKIÐ og FELAGSSKAPIN 15.000 krónur í part.

NAVNIÐ, STJØRNUSKOTIÐ og FYRIMYNDIN fingu 5.000 krónur í part.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2023

37 Leygardagur 11. februar 2023

- Veit ikki hvar kappróðurin í Sandavági hevði verið uttan hana

Hansina á Plógv fekk heiðursskjal Poul E. Petersen

70 ára gamla Hansina er ein verulig eldsál (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Størsta heiðurslønin sum verður latin á ÍtróttaFAGNAÐINUM hjá ÍSF, er Heiðursskjal Poul E. Petersen.

Endað varð við hesari heiðursløn ella heiðursskjali á ársins ítróttafagnaði. Hansina á Plógv fekk heiðursskjal Poul E. Petersen fyri sítt drúgva arbeiði fyri kappróðurin í Sandavági.

- Eg innstillaði hana í fjør, og eg gjørdi tað aftur í ár, og eg eri virkuliga glað. Hesi fólk hava uppiborið at blíva viðurkend, tí hon er ein eldsál, og eg veit ikki hvat kappróðurin í Sandavági hevði verið uttan Hansinu, sigur Beinta Henriksen, sum tilnevndi Hansinu at fáa heiðursskjalið.

[object Object]
Kerstin Laksáfoss (t.v.), starvsnevndarlimur í ÍSF, handaði Hansinu á Plógv heiðursskjal Poul E. Peterssens (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2023

38 Leygardagur 11. februar 2023

HB og Víkingur spæla finaluna í VFF CUP

Finalan verður spæld á Tórsvølli í dag klokkan 16. Dysturin sæst í Televarpinum

Víkingur og HB hava bæði vunnið allar sínar dystir í venjarakappingini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fimm umfør eru spæld í VFF Cup, og harvið er bert finaluumfarið eftir. Hetta er á skránni í dag 11. januar, og allir dystirnir verða spældir í Tórshavn.

Spælt verður eftir stigatalvuni. Tað vil siga, at nummar eitt og nummar tvey spæla finalu, nummar 3 og 4 í løtuni spæla um 3. plássið og so framvegis.

Støðan eftir fimm umfør: 
1. HB 15 stig
2. Víkingur 15 stig
3. KÍ 12 stig
4. B36 7 stig *
5. B68 7 stig
6. AB 4 stig
7. 07 Vestur 4 stig
8. NSÍ 3 stig
9. ÍF 3 stig
10. EB/Streymur 1 stig *

*B36 og EB/Streymur skuldu spæla í januar, men dysturin varð fleiri ferðir fluttir vegna veður og at enda ongantíð spældur. Liðini fingu síðani eitt stig hvør

Skráin fyri kappingina í Gundadali í dag

Kl. 11: 07Vestur - NSÍ á Tórsvølli
Kl. 11: ÍF - EB/Streymur á Ovara vølli
Kl. 13.30: KÍ - B36 á Tórsvølli
Kl. 13.30: B68 - AB á Ovara vølli
Kl. 16: HB - Víkingur á Tórsvølli

Stórsteypadysturin millum KÍ og Víking verður sunnudagin 26. februar - fyrsta umfar í Betrideildini er á skránni vikuskifti eftir tað; fyrsta vikuskifti í mars.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2023

39 Leygardagur 11. februar 2023

Stefan skal spæla í írskum fótbólti

22-ára gamli tvørámaðurin heldur harvið ikki fram í HB. Hann skal spæla fyri Sligo Rovers í bestu írsku deildini

Stefan Radosavljevic spældi væl í fjør og kom við A-landsliðnum til venjingardystirnar í Kekkia og Kosovo í noevmber. Hann kom inn og skoraði í Kosovo (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað restar bert ein undirskrift í, so er Stefan Radosavljevic yrkisspælari. 22-ára gamli tvøramaðurin hevur leingi havt ein dreym um hetta, og hevur í vetur jagstrað møguleikan.

Hetta hevur leitt Stefan til Sligo í Írlandi. Heimasíðan bolt.fo bar hósdagin tíðindini um, at maðurin við málmetinum á U21-landsliðnum nú fór uttanlands at royna seg, og at sáttmáli skjótt fór at verða gjørdur við Sligo Rovers í bestu írsku deildini. 

Stefan Radosavljevic váttaði í gjár fyri in.fo, at hann hósdagin fór av landinum, og at bert sjálv undirskiftin manglar í.

Stefan hevur í vetur partvíst vant við HB, ið hann hevur umboðað tvey tey seinastu árini. Tó ynskti spælarin ikki at skriva undir nýggjan sáttmála í fyrstu syftu, og eitt skifti til millum annað Skotlands hevur verið uppá tal.

[object Object]
Stefan hevði eitt persónligt gott ár við HB og kom á A-landsliðið (Mynd: Sverri Egholm)

Sligo Rovers endaði nummar fimm av teimum tíggju í bestu írsku deildini í fjør. Hatta var ikki nóg mikið at røkka evropeiskum fótbólti. Felagið úr býnum í útnyrðingspartinum av Írlandi var annars við til og við triðja umfar í Conference League í fjør, har Viking úr Noregi gjørdist ein ov stórur biti. Í umfarinum frammanundan varð Motherwell úr Skotlandi annars sent út.

Sligo Rovers hevur vunnið League of Ireland tríggjar ferðir - seinast í 2013 - og írsku steypakappingina fimm ferðir (millum annað í 2010, 2011 og 2013). Felagið spælir á "The Showgrounds", har pláss er fyri umleið 4.000 áskoðarum. Liðið spælir í reyðum.  

Tekniskt dugnaligi miðvallarin við góðu málnøsini breyt ígjøgnum sum 16-ára gamal í TB/FCS/Royn og varð skjótt ein lyklaspælari. Á summri 2019 skifti hann til B36, har hann millum annað átti leiklut í evropeiska ævintýrinum í 2020.

Í fjør gjørdist Stefan toppskjútti fyri HB í Betrideildini við 13 málum, og skoraði hann í miðal í øðrumhvørjum dysti. Samanlagt hevur tvøramaðurin spælt 188 dystir fyri bestu liðini hjá TB (TB/FCS/Royn), B36 og HB og skorað 53 mál.

Í november í fjør fekk hann sínar fyrstu A-landsdystir, og hann tryggjaði Føoryum javnleik í venjingarydystinum í Kosovo við frálíkum einmansavriki. Stefan hevur spælt 18 U21-landsdystir - tað er javnsett met - og hevur skorað 5 mál - tað er met.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Stefan Radosavljevic hevur, sum eftirnavnið vísir á, serbiskar røtur. Pápin Aleksandar (Sasha) Radosavljevic kom til Føroyar síðst í nítiárinum, og spældi hann fyri TB, GÍ og Royn. Stefan hevur so at siga altíð búð í Føroyum, men nú fer spennandi spælarin, sum er uppvaksin á Tvøroyri, at royna seg uttan fyri landoddarnar.

Írska kappingin byrjar longu næsta vikuskifti. Í 2021 spældi Sonni Ragnar Nattestad við Dundalk, ið eisini vanliga er eitt av ovaru liðunum. Miðverjin úr Miðvági skifti, eins og norðmaðurin Ole Erik Midtskogen (KÍ), beinleiðis úr Betrideildini í 2020 til Dundalk og írsku Premier Division. Deildin er í løtuni styrkismett nummar 36 í Evropa, sambært styrkistølunum hjá UEFA. Hetta er útfrá evropeisku úrsltunum síðstu fimm árini - Betrideildini er nummar 43. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. februar 2023

40 Leygardagur 11. februar 2023

KÍ og Kassi hava skrivað undir

28-ára gamli miðvallarin, sum hevur skorað í báðum sínum venjingardystinum við KÍ, er skrásettur fyri 144 dystir í bestu norsku deildini. Talan er um ein eitt-ára sáttmála

Luc Kassi í venjingardysti móti ÍF, har norðmaðurin, ið hevur røtur av Fílabeinsstrondini, skoraði einsamalla málið (Mynd: Norðlýsið)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

KÍ kunngjørdi farna vikuskiftið, at felagið hevur gjørt eitt árs sáttmála við útlending, sum var og royndarvandi hjá felagnum í eina góða viku. Talan er um ein miðvallara við nógvum royndum á høgum støði.

- Luc Kassi er úr Fílabeinsstrondini, men hevur síðan 2012 búð í Noregi, har hann hevur leikt fyri Stabæk heilt fram til 2022. Tey 10 árini í Stabæk hevur Luc leikt yvir 200 dystir fyri felagið. Stabæker eitt felag sum regluliga er at síggja í norsku Eliteseriuni (besta deildin). Stabæk hevði eitt ynski um at leingja avtaluna við Luc, men her ynskti Luc at royna okkurt nýtt og í tí sambandi stóð KÍ ovast á ynskilistanum. Magne Hoseth, høvuðsvenjari, kennir Luc frá tíðini í Stabæk, har Magne spældi í 2014.

28-ára gamli Luc Kassi hevur norskan ríkisborgararætt. Eftir nógv ár sum fastur maður í Stabæk, hevur hann seinastu tvey árini verið darvaður av skaðum, og so eisini verið á veg burtur frá felagnum til danskan. 

Umframt Kassi hevur KÍ fingið málverjarnar Róa Mørk Hentze og Markus Petterson og verjuspælaran Vegard Forren í hópin í vetur. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2023

41 Leygardagur 11. februar 2023

B36 hevur fingið spælara úr Onglandi

23-ára gamli Taufee Skandari er vongur og álopskendur miðvallari, og hevur spælt í lægru deildunum í Onglandi, í triðbestu deildini í Eysturríki og í U21-deildini í Turkalandi. Sambandið við B36 er komið umvegis Albert Adu

Skandari fegnast, eftir at hann hevur skorað fyri Ware FC, sum hann spældi fyri í 2021-2022 (Mynd: Ware FC)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B36 kunngjørdi farna vikuskiftið ein nýggjan spælara, sum ikki hevur so nogv skrásett hagtøl á Transfermarket, stóru altjóða síðuni við yvirliti yvir fótbóltsleiðini hjá spælarum.

Talan er tó um ein lutfalsliga ungan spælara við einari áhugaverdari fótbóltsleið. Taufee Skandari fór úr Onglandi sum 18-ára gamal at royna seg í eysturrískum fótbólti, har hann er skrásettur fyri tólv dystir í triðbestu deildini.

Síðani gekk leiðin til Turkalands, har Skandari spældi í nakrar mánaðir fyri U21-liðið hjá Bursaspor, sum er eitt felag, ið er umboðað í Super Lig.

Síðstu árini hevur Taufee Skandari spælt í lægru deildunum í Onglandi. Í "Non League- fótbólti" eru tó ofta nógvir spennandi spælarar, og B36 hevur nú valt at fáa 23-ára gamla vongin til føroyskan fótbólt.

Tað sæst, at tvey tey seinastu feløgini hjá Skandari eru Ware FC og so London-felagið New Salamis. Albert Adu hevur samstundis spælt við somu feløgunum, og hetta er ein gamal kenningur í føroyskum fótbólti. Adu spældi í 2015, 2016 og í 2017 við KÍ, og var lágvaksni niðurlendski áleyparin, við ættarbondum úr Ghana, ein snúðin og vandamikil spælari. Sum skilst, er sambandið millum álopskenda onglendingin og B36 komið hendavegin - Adu hevur seinastu árini eisini fingist við at vera spælaraumboðsmaður.

B36 hevur eisini fingið Aron Kundsen til meira álopskenda partin. Svenski miðverjin Isak Jönsson er komin at styrkja miðverjuna, og málverjin Silas Eyðsteinsson er komin úr 07 Vestur. B36 endaði í fjør á 4. plássi og stóð seg væl í Evropa.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2023

42 Leygardagur 11. februar 2023

ÍF hevur gjørt sáttmála við dana úr kendari fótbóltsfamilju

27-ára gamli miðvallarin Ruben er sonur Tommy Møller Nielsen og abbasonur Richard Møller Nielsen. Hann hevur vant og spælt venjingardystir við uppflytarunum í seinastuni

Ruben Møller Nielsen saman við formanninum hjá ÍF, Georges Rouah. Tommy hevur, umframt at hava spælt í Danmark, roynt seg í Kekkia og USA (Mynd: ÍF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

ÍF hevur tørv á styrki til tilveruna í Betrideildina, og í seinastuni er ymiskt komið uppá pláss, ella er á veg at koma uppá pláss í Fuglafirði.

Ruben Møller Nielsen er 27 ára gamal, og er ættaður úr Odense. Hann hevur áður leikt við feløgum í lægri deildum og ungdómsdeildum í Danmark, í USA, og so spældi hann í 2021 tríggjar dystir í næstbestu deildini í Kekkia.

ÍF skrivar, at nýggi spælarin røkir ymisk pláss á miðvøllinum; bæði sentralt og úti á kantunum.

Ruben Møller Nielsen kemur, sum eftirnavnið vísir á, frá ógvuliga kendari fótbóltsfamilju á Fjóni. Pápin, Tommy Møller Nielsen, er "skóti" (talentspejder) hjá ongum minni enn Manchester United. Hann hevur áður verið millum annað  venjari hjá Viborg, hjálparvenjari hjá Glasgow Rangers og Aberdeen, men byrjaði hann sína venjaraleið í vaksnamannafótbólti í Miðvági hjá MB í 1992.

Hetta var sama ár sum pápi Tommy stóð á odda fyri størsta bragdinum í donsku fótbóltssøguni. Richard Møller Nielsen var venjari hjá Danmark í EM-endaspælinum í Svøríki, og danir - sum komu við eftir krígsforfalli hjá Jugoslavia - komu heim aftur við gullinum.

Í 2023 skal abbasonur Richard Møller Nielsen, sála, royna seg sum fótbóltsspælara í Fuglafirði og aðrastaðni í Føroyum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2023

43 Leygardagur 11. februar 2023

ÍF hevur gjørt sáttmála við áleypara úr Kolumbia

25-ára gamli Jhon Mena spældi í fjør átta dystir sum innskiftari í bestu deildini í Makedonia og skoraði eitt mál. Samanlagt er hann skrásettur fyri yvir 50 dystir í tí deildini

Jhon Mena saman við formanninum hjá ÍF, Georges Rouah (Mynd: ÍF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

ÍF kunngjørdi í vikuni enn ein nýggjan spælara. Talan er um álopskenda Jhon Mena, sum hevur gjørt eitt-árs sáttmála við uppflytaran úr Fuglafirði

- Jhon er 25 ára gamal, og er ættaður úr Kolumbia. Jhon hevur umboða lið úr næstbestu deildini í Kolumbia og í bestu deildini í Makedonia.

Mena spældi í fjør átta dystir í bestu makedónsku deildini, sambært transfermarkt.com - allar sum vongur og allar sum innskiftari. Kolumbianski spælarin var eisini á vøllinum í tveimum dystum í UEFA Conference League móti CSKA Sofia, harav tann eina frá byrjan.

Samanlagt er Mena skrásettur fyri 51 dystir í Prva Liga, ið er besta deildin í Makedonia. Talan hevur ikki verið um meira enn tvey mál, men meginpartin av dystinum hevur hann verið innskiftari, og hevur kolumbiski spælarin javnan verið nýttur sum bakkur.

ÍF skrivar, at Jhon Mena kann røkja flestu framrættaðu plássini, men er fyrst og fremst áleypari. Harvið skal hesin nýggi spælarin vera við til at skjóta neyðugu málini fyri uppflytararnar. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2023

44 Leygardagur 11. februar 2023

EB/Streymur gjørt sáttmála við gøtumann

22-ára gamli Rani Hansen er álopskendur spælari, sum hevur spælt 82 dystir og skorað 32 mál í 1. deild. Hann hevur vant við EB/Streymi í vetur

Rani Hansen saman við formanni felagsins, Jógvani í Skorini (Mynd: EB/Streymur)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vetur hevur hann vant við EB/Streymi og spælt við í øllum venjingardystunum, har hann millum annað hevur lagt upp til eitt mál, og nú er ein sáttmáli komin burturúr. EB/Streymur boðaði í vikuni frá, at felagið hevur gjørt avtalu við Rana Hansen, sum er galdandi fyri kappingarárið 2023.

Rani er 22 ára gamal, kemur úr Norðragøtu og hevur spælt við Víkingi øll síni fótbóltsár. Hann hevur sambært FaroeSoccer skotið 32 mál í 82 dystum í 1. deild og  26 mál í 24 dystum í U21 kappingini.

EB/Streymur skrivar eisini, at Rani í fjør gjørdist toppskjútti fyri Víking, sum endaði á einum øðrum plássi í 1.deild. Hann skorað tólv mál í næstbestu deildini í 2022, og fekk áleyparin eisini sínar fyrstu minuttir í Betrideildini.

Í álopinum hevur EB/Streymur mist Jóhann Hansson Joensen, ið er farin til 07 Vestur. Hann spældi allar 27 dystirnar í Betrideildini í fjør - dainin Jay Andersen, sum spældi ellivu dystir og skoraði trý mál í seinnu hálvu, er eisini farin úr felagnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2023

45 Leygardagur 11. februar 2023

Símun Joensen verður venjari í 07Vestur

Fær høvusábyrgdina av at venja 2. deildarliðið og U21-liðið hjá felagnum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

07 Vestur boðaði í vikuni frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Símun Joensen, sum fær høvuðsábyrgdina av venjingini av 2. deildarliðnum og U21-liðnum.  

Í 2014 fór 07 Vestur undir at leggja nógva orku í at menna leikarar, og felagið sær nú úrslitið av hesum á besta liði felagsins. Á heysti 2022 skrivaði 07 Vestur undir sáttmála við ikki minni enn 10 av leikarunum, sum vóru 6-7 ára gamlir, tá felagið veruliga fór undir at leggja nógva orku í at menna egnar leikarar, skrivar heimasíðan hjá 07 Vestur.  

- Sostatt hevur 07 Vestur nú eina rúgvu av ungum og evnaríkum leikarum í og kring hópin hjá besta mansliðnum, og meta vit, at Símun er rætti persónurin at flyta ungu talentini víðari fram á leið, so teir, innan stutta tíð, verða fastir fúsir á besta mansliði okkara, stendur at lesa á 07vestur.fo.  

Símun Joensen, sum hevur Uefa A-venjaraprógv, kemur at verða partur av venjaratoyminum, sum longu er kring leikararnar, og sum telja Abraham Løkin (UEFA A), Michael Schjønberg (UEFA PRO), Tór-Ingar Akselsen (UEFA A), Rógva N. Poulsen (UEFA A) og Ivan Stojkovic.  

Símun Joensen er 39 ára gamal og ættaður úr Klaksvík. Hann býr í Hoyvík, er lærari í Eysturskúlanum, er giftur og eigur trý børn. Sum spælari hevur hann umboðað KÍ og B36 í bestu deildini, og sum venjari hevur hann roynt seg sum hjálparvenjara hjá KÍ, høvuðsungdómsvenjara í B36 og venjara hjá næstbesta liðnum hjá B36. Umframt hetta hevur Símun tíðum verið fótbóltsviðmerkjari hjá Kringvarpinum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2023

46 Leygardagur 11. februar 2023

FM til FC Hoyvík, Víking, HB og 07 Vestur

Seinastu umførini í futsal vórðu spæld um vikuskiftið, og úrslitið gjørdist, at FC Hoyvík og Víkingur vunnu tvey FM, meðan 07 Vestur og HB vunnu hvør sítt

U9 genturnar hjá Víkingi, sum sunnudagin vunnu FM í Futsal (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Futsalkappingin 2022-2023 endaði farna vikuskiftið, og tilsamans seks føroyameistarar eru funnir.

FC Hoyvík vann tvey FM, U9 dreingir og U13 gentur, og tað sama gjørdu teir ljósabláu víkingarnir úr Gøtu og Leirvík, sum vunnu U9 gentur og U11 dreingir.

Í kappingini fyri U11 gentur fór 07 Vestur avstað við meistaraheitinum, meðan HB vann FM fyri U13 dreingir.

[object Object]
U13 gentur

[object Object]
U13 dreingir

[object Object]
U11 gentur

[object Object]
U11 dreingir

[object Object]
U9 dreingir

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2023

47 Leygardagur 11. februar 2023

Fýra lond í Suðuramerika vilja hýsa HM 2030 saman

Heimsmeistararnir og teir upprunaligu HM-vertirnir eru saman um boðið við Kili og Paraguay. Tað varð alment lagt fram í Argenina í vikuni - kapping er í øllum førum við Spania og Portugal

Eitt er at Argentina er heimsmeistari, men tað sum suðuramerikanarar serliga selja boðið uppá er, at fyrsta HM-endaspælið var í Uruguay í 1930, og at fótbóltseldhugurin er so stórur í heimspartinum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í samband við HM-endaspælið í Katar í desember í fjør, varð nógv tosað um, at Saudiarabia skjótt eisini fór at hýsa einum, og at 2030 var ein møguleiki.

Tó er einki slíkt alment boð lagt fram. Greitt varð tó seint í 2020, at Spania og Portugal fóru at leggja eitt felags boð, og júst tvey ár seinni varð kunngjørt, at krígsrakta Ukraina helst fór at koma við í "iberiska boðið" og møguliga hýsa nøkrum dystum í bólkaspælinum. Hetta er tó ikki staðfest enn.

Arbeitt hevur verið við øðrum boðum, og serliga Marokko hevur verið frammi. Marokko vildi gjarna verða við í boðinum hjá grannunum fyri norðan - Spania og Portugal - ella gera eitt norðurafrikanskt.

Tað hevur tó verið eitt suðuramerikanskt boð, ið arbeitt hevur verið uppá leingi, og týsdagin varð eitt alment boð uppá vertskapin fyri HM-endaspælið í fótbólti hjá monnum 2030 lagt fram og lýst í Buenos Aires.

Longu í 2017 kunngjørdu Argentina og Uruguay, at tey ætlaðu at bjóða uppá HM 2030 saman, og seinni sama ár kom Paraguay við. Í 2019 varð Kili lagt afturat boðnum, men tað var á høvuðsstøðini hjá argentinska fótbóltssambandinum, at boðið endaliga alment varð lagt fram.

Forsetin í suðuramerikansku fótbóltssamgonguni, Alejandro Dominguez, luttók saman við umboðunum frá øllum londunum. Sambært altjóða miðlum legði Dominguez dent á, at HM í 1930 ikki er sum onnur slík endaspøl, tí tað skal vera ein markan av, at tað eru júst 100 ár síðani, at tað fyrsta HM-endaspælið var. Hetta var hildið í Uruguay, ið vann finaluna á Argentina.

Forsetin í argentinska fótbóltssambandinum segði soleiðis:

- Sum heimsmeistarar koma vit við hesum boðinum, sum er dreymurin fyri allar suðuramerikanarar. Ikki bara á hundraðáradegnum fyri fyrstu útgávuna av HM, men orsakað av tí eldhuganum, sum vit hava fyri fótbólti, segði Claudio Tapia.

HM-verturin fyri 2030 verður kunngjørdur næsta ár. Neyðugt er við fleiri vertstjóðum, tí HM-endaspælið hjá monnum fer at vaksa við 16 luttakarum.

Í 2026 verður HM hildið í Norðuramerika: USA, Meksiko og Kanada eru vertir, tá heili 48 lond fyri fyrstu ferð eru til eitt HM-endaspæl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2023

48 Leygardagur 11. februar 2023

Simon Olsen gevst í Hoyvík

H71 skal hava nýggjan venjara tá hetta kappingarárið er av

Simon Olsen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá hetta kappingarárið er av, fer høvuðsvenjarin hjá H71, Simon Olsen, av landinum aftur.

Hann skal standa á odda fyri Randers Håndboldklub, sum er í holt við at byggja kvinnuliðið upp aftur eftir at felagið fór á húsagang í fjør.

29 ára gamli danin kom til H71 í 2020, og tók yvir sum høvuðsvenjari hjá monnum eftir Einar Jónsson.

[object Object]Simon Olsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Simon Olsen takkar á Facebook felagnum, venjarum, spælarum, sjálvbodnum, og øllum sum hann hevur samstarva við á leiðini. Tað hevur verið ein fragd at verið partur av, tað hevur verið læruríkt, og ikki minst hava nógvar goðar upplivingar verið.

- Nú gleði eg meg til at vit saman jagstra best møguliga endan, skrivar Simon Olsen á Facebook.

Seinastu tíðina hevur hann eisini havt ábyrgdina av H71-kvinnunum, sum millum annað hava verið í Spania og spælt Evropa Cup.

H71 menn liggja á fjórða plássið við 15 stigum. H71 kvinnurnar liggja á fyrsta plássið við 31 stigum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. februar 2023

49 Leygardagur 11. februar 2023

Mikkel Hansen sjúkrameldaður orsakað av strongd

Felag hansara, Aalborg Håndbold, hevur boðað frá, at bikarið er fult eftir eitt hart ár hjá 35-ára gamla hondbóltsspælaranum og trýfalda heimsmeistaranum, sum í fjør varð skurðviðgjørdur fyri blóðtøpp

- Eftir at hann kom heim frá HM-endaspælinum, vísti tað seg, at bikarið varð fylt heilt upp, og vit hava saman tikið tí einastu røttu avgerðina, har fokus bert er á, at Mikkel fær tí neyðugu tíðina og neyðuga stuðulin til at koma ordliga fyri seg, sigur stjórin hjá Aalborg millum annað (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Herfyri gjørdist hann heimsmeistari fyri triðju ferð á rað við Danmark, og varð dagin eftir heiðraður á Ráðhúsplássinum av túsundtals dønum. Tá sást hann smílandi og við børnum sínum, men nú er greitt at danska hondbóltsstjørnan líður. 

Ein bumba hevur í vikuni rakt danskan hondbólt. Aalborg Håndbold legði mikudagin eitt skriv út á heimasíðu undir yvirskriftini "Mikkel Hansen sjúkrameldaður við sjúkyeyðkennum fyri strongd".

- Í samráð við tættastu familju, læknar og Aalborg Håndbold hevur Mikkel Hansen í dag sjúkrameldað seg við stress sjúkueyðkennum. Hetta kemur sum ein baksláttur eftir er serliga hart ár fyri Mikkel.

Hann hevði ein blóðtøpp í lungunum, sum hann varð skurðviðgjørdur fyri síðsta vár. Stutt eftir flutti Mikkel Hansen heim til Danmarkar fyri at spæla fyri Aalborg. Hann hevur saman við familjuni búð í Keypmannahavn men ferðast ímillum, og í Danmark hevur sjóneykan av álvara verið vend ímóti helst størsta hondbóltsnavninum í søgu landsins, sum eftir tíggju ár í útlegd vendi heim aftur at spæla. Fyrispurningarnir hava verið heilt nógvur, og fokusi á hann hevur verið øðiligt, sigur Jan Larsen, stjóri í Aalborg Håndbold.

[object Object]
Mikkel Hansen varð í fjør raktur av blóðtøppi í lungunum. Hann kastaði seg skjótt aftur í eina strævna hondbóltsskrá, og í januar var HM á skránni (Mynd: EPA)

Atfinningarnar hava eisini verið nógvar, tí tað ikki hevur gingið so væl sum væntað hjá nummar 24, og øll hava snakkað um Mikkel Hansen. 

- Eftir at hann kom heim frá HM-endaspælinum, vísti tað seg, at bikarið varð fylt heilt upp, og vit hava saman tikið tí einastu røttu avgerðina, har fokus bert er á, at Mikkel fær tí neyðugu tíðina og neyðuga stuðulin til at koma ordiliga fyri seg.

- Vit gleða okkum til Mikkel kemur aftur, men beint nú er tað mest umráðandi, at hann fær ansa eftir sær sjálvum og verið saman við familjuna, sigur Jan Larsen við aalborghaandbold.dk

Hann undirstrikar, at heilsan hjá Mikkel Hansen er tað mest umráðandi, at tað ikki er neyðugt at upplýsa meira um støðu hansara, og at miðlar og onnur allarhelst skulu geva Mikkel Hansen og familju hansara frið í tí næstu tíðini.

Tað er ikki greitt, nær 35-ára gamli Mikkel Hansen er tøkur aftur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. februar 2023

50 Leygardagur 11. februar 2023

Flogbóltur: Drúgvur fimmsettari millum KÍF og Ternuna

Føroya Tele-deildin, kvinnur: KÍF – Ternan 3-2 (25-27, 25-16, 25-27, 26-24, 16-14) 

 
SkrivaÐ:

Innsent

At dysturin skuldi gerast tann drúgvasti í ár og vara ikki minni enn 2 tímar og 16 minuttir, grunaði neyvan nakar, tá KÍF hevði lagt seg á odda 7-1 og 17-10 í fyrsta setti, men við støðuna 22-16 var sum um, at KÍF fekk maskinbrek, og hóast kollfirðingar eisini fingu settbólt við støðuna 24-23, so yvirlivdi Ternan og vendi øllum á høvdi og vann settið 27-25 við tveimum smassjum frá Sofíu Purkhús Splidt. 

Í øðrum setti gekk javnt á til miðskeiðis í settinum, men tá ið KÍF legði seg á odda 19-16, misti Ternan púrasta flogið, og KÍF vann tað, sum eftir var av settinum. 

Ternan kom tó fyri seg aftur í triðja setti, har KÍF yvirlivdi  fýra settbóltar, áðrenn Ternan til seinast vann 27-25 við smassji frá Birgit Guttesen.  

Ternan var eisini á odda meginpartin av fjórða setti, og var frammanfyri 22-19, men KÍF kom afuríaftur og vann 26-24. 

Í javnbrótaranum reið sigurin um snarið, men koppaði til KÍF, sum vann 16-14.  

Á stigatalvuni snýr tað seg hjá hesum báðum liðunum, saman við Drátti og Mjølni, mest um at vera fremst av teimum fýra aftastu – og um ikki at vera aftast.

Við sigrinum nærkast KÍF Drátti, sum er fýra stig frammanfyri, men hevur eisini spælt ein dyst meira. Hjá Ternuni, sum er aftast, munar tað eina stigið ikki so nógv, og fýra stig eru upp til Mjølnir á næstaftasta plássi.   

TB – Dráttur 3-1 (26-24, 25-16, 21-25, 25-18) 

TB á triðja plássi heldur á at vinna sínar dystir ímóti teimum liðunum, sum eru aftanfyri, og møguleikin fyri finaluplássi um FM-heitið, skal ikki avskrivast, men so skal TB eisini megna at vinna á teimum ovastu, SÍ og Fleyr. Enn hevur tó ikki eydnast at vinna eitt sett ímóti teimum.

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur
Lið (Dystir) / Stig
SÍ (11)  / 30
Fleyr (10) / 26
TB (9) / 21
Dráttur (11) / 12
KÍF (10) / 8
Mjølnir (9) / 6
Ternan (10) / 2


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. februar 2023

51 Leygardagur 11. februar 2023

Silvur til føroyingarnar í donsku steypafinalunum

Tað eydnaðist hvørgum av føroyingunum at vinna gull, tá ið donsku steypafinalurnar í flogbólti vórðu leiktar leygardagin

Mynd: Áslakur Holm (VK Vestsjælland) og Súsanna Sólrunardóttir Ludvig (Brøndby VK)
SkrivaÐ:

Innsent

Danska steypafinalan, menn: VK Vestsjælland – Marienlyst-Fortuna Volley 0-3 (22-25, 22-25, 16-25)

VK Vestsjælland og Áslakur Holm taptu 3-0 fyri Marienlyst-Fortuna Volley, men fyrstu tvey settini vóru kortini rættiliga jøvn.

Í tí fyrra var Vestsjælland á odda 20-19, áðrenn Marienlyst-Fortuna vann 25-22, og í tí seinna var Vestsjælland frammanfyri 19-17, áðrenn javnt gjørdist við 20-20 og aftur 22-22, tá ið Marienlyst-Fortuna vann teir avgerandi bóltarnar og settið 25-22.

Í triðja setti var munurin stórur, og Marienlyst-Fortuna vann 25-16.

Danska steypafinalan, kvinnur: Holte IF – Brøndby VK 3-0 (25-22, 28-26, 25-11)

Súsanna Sólrunardóttir Ludvig og Brøndby VK taptu somuleiðis 3-0 í síni i finalu, sum var ímóti Holte IF. Gongdin var nokk so lík dystinum hjá monnum, og Súsanna og tær bitu frá sær í teimum báðum fyrstu settunum, sum Holte vann 25-22 og 28-26.

Í fyrsta setti var Brøndby á odda 7-3, og 11-10, men fór so afturum 17-20. Brøndby javnaði tó til 20-20, men so dró Holte frá aftur og vann 25-22.

Annað sett sá leingi út til at fara til Brøndby, sum var á odda 7-2, 18-12 og 21-16, men so kom kinkur í, og Holte javnaði til 23-23 og vann at enda settið 28-26.

Hetta tóktist eisini at vera mentali mønustingurin fyri Brøndby sum formáddi sær lítið í triðja setti, sum Holte vann so mikið sum 25-11.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. februar 2023

52 Leygardagur 11. februar 2023

15 boksarar til Danmarkar um vikuskiftið

Fyri fyrstu ferð verður eitt lið úr Klaksvík við á boksistevnu uttanlands

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ikki færri enn 15 nevaleikarar úr Føroyum vera um vikuskiftið við í eini boksistevnu í Nykøbing á Sælandi í Danmark.

Úr Tórshavn boksing vera fýra ungir boksarar, ið skulu boksa sokallaðar diplom-dystir, ið eru fyri byrjarar og seks, ið skulu boksa veruligar dystir.

Úr Klaksvík Boksing fara fimm boksarar, ið allir skulu royna seg í diplomdystum.

Janus Paturson, Karstin Ljósstein og Filip Rasmussen úr Tórshavn Boksing skulu allir boksa sín næsta diplomdyst, meðan Marjun Slættanes skal royna seg á fyrsta sinni.

David Kunoy (70 kg) skal royna seg í veruligum dysti á níggjunda sinni. Talan verður um ein U19 dyst móti boksara úr Rødovre.

Magni Vang (70 kg) skal royna seg á triðja sinni. Hesaferð móti einum boksara frá Kalundborg. Hetta er ein elitu-dystur og tað vil siga, at tað verður uttan hjálp. Sama er galdandi fyri Teit Annand (59 kg), sum skal royna seg á sætta sinni, hesaferð eisini móti einum mótstøðumanni frá Kalundborg.

Jonathan Malaikev (60 kg) boksar sín tíggjunda dyst, móti einum eliteboksara frá Gladsaxe.

Nóa Jacobsen (44 kg) skal royna seg á triðja sinni móti einum frá Gladsaxe og seinasti maður frá Tórshavn Boxing er gávuríki ungi Heri Ziskason (44 kg) sum skal royna seg á fyrsta sinni í rættiligum dysti. Hann skal boksa U15-dyst móti einum drongi úr Korsør.

Venjararnir Nurlan Malaikev og Martin Meng hava vónir um at hesir boksararnir allir hava góðar møguleikar fyri at vinna sínar dystir, tí teir eru í góðari venjing.

Boksararnir úr Klaksvík skulu allir royna seg í diplomdysti. Rókur Fonn hevur boksað ein diplomdyst fyrr, meðan hini skulu royna seg fyri fyrstu ferð.

Tey eru Ragnhild Sharp, Hanus Steiberg, Filip Joensen og Leivur Fonn.

Við 15 nevaleikarum til samans er talan um størsta hópin av føroyskum boksarum nakrantíð, sum fer av landinum til at luttaka á boksistevnu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. februar 2023

53
Leygardagur 11. februar 2023

Ársins fyrsti stormur

-

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ársins fyrsti veruligi stormur harjaði oyggjarnar mánakvøldið og náttina til týsdagin. 

Nakað av skaða var. Serliga hart rakti vindurin í Leirvík, har ein vøruvognur var koppaður á takið, og í Suðuroy, har tað eitt nú gekk út yvir marghøllina í Vági, har dúkurin skrædnaði.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2023