Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 04. mars 2023 | Nr. 9 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Føroyar við í Peter Pan

SíÐa 24

1 Leygardagur 04. mars 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

m/k

Leiðslan í Løgtinginum er nú farin at umhugsa, um løgtingið ikki átti at ‘formaliserað’ skipanina, sum tingið virkar eftir, so at heitið ‘maður’ ikki longur verður nýtt um allar tinglimir, óansæð kyn.

Kvinnurnar á tingi vilja ikki longur kallast tingmenn, og tað er væl skiljandi. Og evsta tingfólk er nú ein kvinna, ið tingfólk, bæði -menn og kvinnur, høviskliga tittulera frú forkvinna.

Sambært tingkvinnuni er tað nú viðurkent, at kvinnur á tingi verða róptar tingkvinnur, eins og tann, ið vendir andlit móti øllum hinum tinglimunum nú er tingforkvinna.

Men framvegis stendur ‘løgtingsformaður’ á skeltinum yvir hurðini inn til hennara tignarligu skrivstovu, og framvegis verða Súsanna, Elsebeth, Hanna, Eyðdis, Annika, Hervør, Kristianna, Eyðgunn og Liljan kallaðar tingmenn eins og Ruth, Sirið, Margit og Ingilín verða kallaðar landsstýrismenn í skjølunum, sum fara ígjøgnum løgtingið.

Hetta tí, at tað stendur í tingskipanini og stýrisskipanarlógini, at tingfólk eru tingmenn. Eyðvitað eigur hetta at broytast ella tillagast – ‘formaliserast’ sum tingforkvinnan kallaði tað.

§2 í Stýrisskipan Føroya sigur: “Løgtingið er ting við í mesta lagi 33 tingmonnum”.

Men har stendur ongastaðni, at kvinnur kunnu vera tingmenn.

Heldur ikki í tingskipanini.

Orðið ‘kvinna’ er ikki at finna. Heldur ikki ‘kona’. Hvørki í tingskipanini ella stýrisskipanini.

Í tingskipanini kemur orðið ‘maður’ fyri 158 ferðir, ‘mann’ 94 ferðir, ‘menn’ 48, ‘mans’ 47 og ‘monnum’ 18 ferðir. Vit kunnu skjótt semjast um, at hetta er ikki tíðarhóskandi.

Orðið ‘fólk’ kemur fyri átta ferðir, tó mest tá tosað verður um starvsfólkini á tingi. Tey sleppa undan at vera ‘menn’.

Og so kemur tað fyri í hesi ásetingini, §2 í tingskipanini: “Elsta fólk á tingi á aldri, aldursformaðurin, tekur sæti í formanssessinum sum fyribilsformaður”. Tað tykist næstan ólogiskt, at brúka fólk her, tá mansheitið annars er nevnt tríggjar ferð í hesum stutta setningi.

Vónandi endar hetta arbeiðið, sum tingforkvinnan nú hevur skumpa í gongd við, at kvinnurnar á tingi og í landsstýrið framyvir sleppa at kalla seg kvinnur uttan at koma í andsøgn við hvørki ting- ella stýrisskipan.

Spurningurin er so, hvat vit gera, tá ein kvinna aftur verður vald til landsstýrisleiðara.

Sum skilst á tingforkvinnuni í útvarpinum í gjár, hevur málráðið longu svarað, og at tað verður lagt upp til tingið, at landsins leiðari kann verða annaðhvørt løgmaður ella løgkvinna, ella at valt verður at gera løgmansheitið til ein stovn – institutión – eins og løgtingsins umboðsmaður er og eitt nú tingforfólkið í svenska ríkisdegnum, sum er ‘talman’.

Men kemur hetta til kjaks, so skulu vit aftur hoyra grundgevingarnar fyri, at maður merkir menniskja, og at kona og kvinna ikki ger tað. Hetta er avoldað tankagongd, tí vit eru farin frá hesum í allari vanligari og dagligari talu.

Nakað heilt annað er – og her átti málráðið í stundini at tikið spurningin upp og komið við einum góðum tilmæli – tað er, at okkum tørvar eitt kynsnevtralt orð fyri tey heitini, sum hava endingina ‘-harri’.

Tí harri merkir ikki menniskja og tí kann ein kvinnuligur ministari ikki vera ráðharri. Gev okkum eitt gott, kynsnevtralt, orð fyri ministara, takk. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2108

    Lisnar síður: 8068

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 04. mars 2023

Setið ferð á vindorku til havs og gloymið oljuna

Hiðani skal ljóða ein innilig áheitan á landsstýri og løgting um at gloyma alt um oljuvinnu og sum skjótast at seta ferð á at menna føroyska havøkið til framtíðar orkuvinnu. Hendan vinnan kann gerast minst líka inntøkugevandi sum summi enn droyma um, at oljuvinnan fer at verða

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta var ein av boðskapunum hjá Kára Mortensen, deildarleiðara á Orka á Umhvørvisstovuni, tá hann helt røðu á tiltakinum “Veðurlagslóg nú” í Havn í gjár. Hann helt fram:

[object Object]

“Spurningurin, vit seta okkum, er einfaldur – Skulu vit halda fram at leita eftir olju í føroysku undirgrundini? Svarið er eisini einfalt – Nei, tað skulu vit ikki.

“CO2 nøgdin í atmosferuni veksur enn ár undan ári, men vend er um at koma í. Hesi vendini skulu Føroyar eisini vera partur av.

Føroyska samfelagið nýtir nógva orku. Tað noyðast vit í fiskivinnu, í alivinnu, í byggivinnu, í ferðslu á sjógvi, á landi og  í luftini. Tað fara vit eisini at gera í framtíðini. Men vit eiga at vanda okkum um hesa orkunýtslu. Vit noyðast at bjálva, vit noyðast at spara og vit noyðast sum heild at virka og liva burðardygt. Grøna orkuskiftið í Føroyum er eitt framúr gott stig á vegnum. Elframleiðsla við vindi, vatni, sól og sjóvarfalli - Hitapumpur, elbilar og grøn brennievni er vegurin fram.

[object Object]

Orkuskiftið er væl á veg bæði millum vanlig fólk og í vinnuni. Men tað er alneyðugt, at enn meiri fokus verður sett á tað. Landsstýrið og løgtingið mugu og skulu ganga undan og allatíðina velja aktivar loysnir, sum gera tað møguligt hjá øllum at vera við í skiftinum burtur frá olju.

Tann størsta avbjóðingin tekniskt sæð í orkuskiftinum hevur verið og er skiftið til grøn brennievni á sjónum, í tungu ferðsluni á landi og í flogferðsluni.

Men eisini her eru loysnir á veg – og kanska mest í okkara parti av heiminum. Ein av loysnunum er stórar vindmyllulundir – serliga á sjónum, burturav gjørdar til at framleiða hydrogen, sum síðan verður gjørt um til flótandi brennievni, eitt nú ammoniak ella methanol, sum júst eru ætlað til skipini, teir stóru lastbilarnar og flogførini.

[object Object]

Flótandi havvindmyllur, sum í løtuni eru á veg á marknaðin, fara at gera stór havøkir, eisini við Føroyar, egnað til orkuframleiðslu úr vindi. Havið kring Føroyar og Hetland er millum vindríkastu økini í heiminum.

Tí kunnu hesi øki gerast líka virðismikil, sum økir við nógvari olju fyrr vóru.

Okkara grannar í Skandinavia og Stóra Bretlandi eru langt síðani farin í gongd at fyrireika økir til havvindmyllur og at bjóða økir út. Fleiri orkufeløg hava longu fingið framleiðsluloyvi.

[object Object]

Í Hetlandi – okkara næsti granni, eru stórar verkætlanir á veg. Seinasta nýggja har er ein ætlan um at framleiða eina millión tons av hydrogeni við orku frá komandi havvindmyllum.

Á Arctic Circle ráðstevnuni í Reykjavík seinasta heyst vístu Umhvørvisstovan og SEV á møguleika at gera stóra havvindmyllulund við flótandi myllum eystan fyri Føroyar – 400 ferkilometrar í vídd (hetta er minni enn 0,2 prosent av samlaða føroyska havøkinum). Hendan havvindmyllulundin kann framleiða umleið tríggjar ferðir so nógva orku, sum Føroyar í dag hava tørv á til alt okkara virksemi. Hendan orkan kann millum annað brúkast til at framleiða  grøn brennievni til egið brúk og útflutning.

Føroyar tora illa at taka eina avgjørda støðu í krignum í Ukraina. Vit vilja fegin vera í parti við teimum góðu, men hava samstundis fiskivinnusamstarv við Russland.

Í veðurlagsstríðnum vilja vit eisini fegin vera í parti við teimum góðu. Men ein meiriluti av løgtinginum vil samstundis menna oljuvinnu í føroyskum havøki.Hiðani skal ljóða ein innilig áheitan á Føroya landsstýri og Føroya løgting um at gloyma alt um oljuvinnu og sum skjótast at seta ferð á at menna føroyska havøkið til framtíðar orkuvinnu. Hendan vinnan kann gerast minst líka inntøkugevandi sum summi enn droyma um, at oljuvinnan fer at verða.

Ein tílík avgerð hevði verið eitt fantastiskt signal at sent, bæði til okkum sjálvi og til umheimin.”

[object Object]Myndir Sverri Egholm

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2023

3 Leygardagur 04. mars 2023

Betri Banki: 73,2 milliónir krónur eftir skatt í 2022

Útlánini øktust sjey prosent, samstundis sum bankin hevði eina stóra tilgongd av nýggjum kundum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Betri Banki hevur ígjøgnum fleiri ár havt ein støðugan vøkstur i útlánum, og 2022 var einki undantak. Útlánini øktust við sjey prosent, samstundis sum bankin hevði eina stóra tilgongd av nýggjum kundum.

Betri Banki metir, at útlánskundar bankans yvirskipað hava tað gott. Hetta er gott at síggja, nú rembingar eru í heiminum við kríggi, prísvøkstri og hækkandi rentum.

Í 2022 hækkaði danski tjóðbankin leiðandi rentuna 2,35 prosentstig, meðan bústaðarrentan í Betri Banka til samanberingar hækkaði 1,65 prosentstig.

Betri Banki hevði við árslok 2022 ein kjarnukapitalprosent á 32 prosent, og er soleiðis ein avbera tryggur peningastovnur.

Árið í stuttum
• Ársúrslitið: 73,2 mió. krónur
• Úrslitið áðrenn skatt: 87,8 mió. krónur
• Fíggjarstøðan javnvigar við 10.676 mió. krónum
• Útlán: 7.310 mió. krónur
• Innlán: 8.499 mió. krónur
• Eginpeningur: 2.019 mió. krónur
• Kjarnukapitalprosent við árslok er 32,0%

Allur ársroknskapurin sæst her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2023

4 Leygardagur 04. mars 2023

Menn, eysturoyingar og fólki yvir 70 eftirlýstir

Teir 3.500 luttakararnir í verkætlanini skulu vera javnt umboðaðir

Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

FarGen rundaði fyri stuttum 1.000 luttakarar. Undirtøkan fyri at verða partur av føroyskari ílegugransking er breið millum føroyingar, hóast ávísir bólkar tykjast vera lættari at røkka enn aðrir.

Tey 18-19 ára gomlu og fólk í 50-árunum eru best umboðað higartil, eins og kvinnurnar stuðla serliga væl undir. Sandoyggin og Suðurstreymoy eru lutfalsliga yvirumboðað, meðan longur er millum eysturoyingarnar.

FarGen 2 fór av álvara í gongd í september 2022, og hevur havt fastar upplatingartíðir í Havn og í Klaksvík, eins og vitjanir eisini hava verið í øllum teimum størru oyggjunum. Málið er 3.500 luttakarar, og ynskiligt er at fáa umboðan av m.a. kyni, aldri og landafrøði, sum samsvarar lutfalsliga við føroyska fólkið. Sostatt eru mál sett fyri ymsu økini í landinum, og her er Sandoyggin langt á odda við 64 prosentum av ásetta luttakaratalinum, og ein góður triðingur er rokkin í Suðurstreymoy.

Eysturoyggin liggur niðri á 18 prosentum, men frágreiðingin er hugsandi, at kanningar higartil bert eru gjørdar eina ferð har, umframt tað at fólk búgva rættiliga spjatt í Eysturoynni.

Fyri at luttaka í FarGen skalt tú vera minst 18 ár, og flestu aldursbólkar eru rímiliga væl umboðaðir, nú luttakaratalið er farið um tey 1.000. Kortini sæst, at trupult er at røkka fólki omanfyri 70 ár, og serliga trupult at fanga fólk, sum eru 80 ár og eldri.

Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari, staðfestir, at serstøk átøk skulu til fyri at fáa eldru føroyingarnar at gerast partur av FarGen.

- Vit hoyra javnan eldri fólk siga, at tey meta ikki sína luttøku at vera viðkomandi fyri verkætlanir sum okkara, tí teirra lívsskeið er skjótt runnið. Sannleikin er tvørturímóti, at vit hava tørv á øllum aldursbólkum, so vit m.a. kunnu gera samanberandi greiningar. Vit vita eisini, at føroyingar gerast lutfalsliga gamlir, og tað kundi verið áhugavert at farið undir nærri kanningar á tí økinum. Tí er umráðandi, ikki minst fyri eftirtíðina, at savna ílegu- og heilsudátur breitt millum føroyingar.

Kvinnur vísa sum heild størri áhuga fyri at luttaka í granskingarverkætlanum sum FarGen, og í løtuni eru 61 prosent av luttakarunum kvinnur, so talan er um eina skeikling í mun til kynsbýtið í Føroyum. Út frá ásettu málunum fyri FarGen, so eru menninir komnir upp á 21 prosent av ynskiliga luttakaratalinum, meðan kvinnurnar hava rokkið 36 prosent.

FarGen savnar lívfrøðiligt tilfar frá føroyingum og fær kanningar í lag, sum kunnu menna møguleikarnar fyri sjúkufyribyrging og -viðgerð. FarGen 2 hevur trý ítøkilig mál: 1) At kanna fýra sjúkur við høgum títtleika í Føroyum: Diabetes, blóðtrýst, tarmbrunasjúku og ávísar giktarsjúkur. 2) At menna føroyska tilvísingargenomið, sum vísir miðal ílegusamansetingina hjá føroyingum. 3) At kanna hvussu tætt skyldir føroyingar eru í dag og fáa kunnleika um søguna hjá føroysku populatiónini.

FarGen er eitt samstarv millum Fólkaheilsustýrið, Sjúkrahúsverkið, Københavns Universitet, Ríkissjúkrahúsið og amerikansku fyritøkuna, Variant Bio. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2023

5

Størv

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Reingerðarfólk til Glasir

Meira Umsóknarfreist: 11. desember 2024

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025

Sølufólk til Byggivinnuna

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024

Roðin søkir eftir heilsurøktara til sambýlið Vesturskin á Toftum

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024
6 Leygardagur 04. mars 2023

Tá neyðin var størst var hjálpin næst

- Eg skal takka av hjarta vegna franska skúlaflokkin fyri stórfingnu gávuna frá OC Joensen. Tað var ein ómetaliga vøkur gerð, sum setti okkara land í eitt serstakt ljós, sum hesi 20 fólkini bera við sær heim til la Mhotte, og allastaðni tey fara restina av lívinum

 
SkrivaÐ:

Hanna Jensen, franskur konsul

Tað fór sum eldur gjøgnum turran skóg, at ein franskur flokkur frá skúlanum École de la Mhotte í St Menoux hevði mist allan peningin, sum var ætlaður til at gjalda fyri mat, ferðing o.a. nú tey vóru á námsferð í Føroyum, men eisini fyri ymist á ferðini niður aftur til Danmarkar við Norrønu og so gjøgnum Europa og heim til Auvergne-Rhône-Alpes.

Kunnað varð um málið og samskift við nógvar ymsar partar fyri at kanna tey støð, har tey høvdu verið, um brævbjálvin við peninginum var funnin. Og vónirnar vóru góðar, at tað kundi henda, at hann kom aftur í aftur. Men nú kunnu vit staðfesta, at so varð ikki.

Hvønn dag síðani missin, so hava fyritøkur, kommunur og einstaklingar funnið lagaligar loysnir, so til bar at halda upprunaligu ferðaleiðina, men stúran, skomm og ivi hava eisini merkt tey ferðandi í umførum. Men eftir stendur, at gestablídnið og uppofrandi hugburðurin her á landi eru einastandandi og hava rørt og ávirkað hesi ungu og teir tveir lærarar teirra.

Týsmorgunin tíðliga beint eftir at útvarpið hevði ringt til mín at frætta nærri um málið, tá ringir stjórin á O.C. Joensen, Hans Andrias Kelduberg, og spyr nakrar fáar spurningar og boðar so frá, at hann hevur tikið avgerð um at hjálpa ferðandi flokkinum og geva teimum eina upphædd, sum svarar til ta mistu. Og nú fekk málið eina nýggja vend varð loyst, og treystið og gleðin kundu aftur eiga fyrsta pláss í næmingum og lærarum frá École de la Motte.

Tað var stutt og greitt ein ósigandi lætti fyri øll – eisini tey mongu túsund kring landið, sum høvdu so ilt av hesum unga fólkinum, sum var komið soleiðis fyri. Tí mong vildu gera sítt til at savna teimum pengar – og tøkk skulu øll hava fyri tann stóra viljan og ta heilt serligu góðsku, sum kom til sjóndar í hesum máli.

Í samskiftinum við Hans Andrias kom tað fram, at O.C. Joensen í meira enn 50 ár hevur havt ein góðan og týdnigarmiklan kundaskara í Fraklandi, sum keypir meginpartin av jákupsskeljunum, sum fyritøkan framleiðir. Til æru fyri hetta góða vinnuliga samband vildi hann vegna fyritøkuna rætta hesa hjálpandi hond og soleiðis gera ein mun hjá ungum fronskum næmingum í ljósinum av, at vit eisini mangan senda næmingar til onnur lond og ynskja teimum blíðan byr og hjálp, tá tey koma í trupulleikar. Men eisini vildi hann, at ímyndin av Føroyum skuldi vera hin allarbesta fyri okkara gestir.

Eg skal takka av hjarta vegna tey ferðandi fyri stórfingnu gávuna frá O.C. Joensen. Tað var ein ómetaliga vøkur gerð, sum setti okkara land í eitt serstakt ljós, sum hesi 20 fólkini bera við sær heim til la Mhotte, og allastaðni tey fara restina av lívinum. Harumframt skal eg takka Fuglafjarðar skúla og Fuglafjarðar kommunu fyri alla ta vælvild og hjálp teimum varð veitt, meðan tey vitjaðu bygdina og skúlan. Og uppaftur skal ein stór tøkk  verða send Á við Landavegin í Havn og øllum tykkum øðrum, sum hava víst vælvild, hjálp og givið burtur av í hesum døgum. Takk er bert eitt orð, men aftanfyri orðið býr ein gleði og undran um alt hetta góða í tí sera óhepnu støðuni.

Við takkakvøðu
Hanna Jensen,
franskur konsul

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

7 Leygardagur 04. mars 2023

Ósemja millum borgarstjóran og varaborgarstjóran í Klaksvík

Sambært Norðlýsinum kemst hetta av, at varaborgarstjórin ikki slapp í sessin, tá Karl Johansen var uttanlands í desember. Hetta hevur við sær, at Atli S. Justinussen ikki hevur verið til samgongufundirnar í ár

Atli Justinussen fekk flest atkvøður hjá greitt størsta flokkinum til seinasta kommunuval. Hann sigur við Norðlýsið, at borgarstjórin hevur brotið eina munnliga avtalu við hann (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað eru samstarvstrupulleikar í samgonguni í Klaksvíkar. Hetta staðfesti Norðlýsið týsdagin. Eitt er, hvat "hevur ljóðað í býnum seinastu tíðina", men lokali miðilin kann ítøkiliga leggja fram, at Atli S. Justinussen, varaborgarstjóri, ikki hevur luttikið á nøkrum samgongufundi higartil í 2023.

Hetta er orsakað av einari ósemju millum Atla S. Justinussen og Karl Johansen, borgarstjóra. Varaborgarstjórin, ið fekk flest atkvøður á Fólkaflokslistanum á valinum í 2020, sigur við Norðlýsið, at borgarstjórin hevur brotið eina avtalu teirra millum. Talan er um eina munnliga avtalu millum menninar, ið sigur, at varaborgarstjórin gerst virkandi borgarstjóri, tá borgarstjórin er uttanlands.

Hetta er ikki nakað heilt óvanligt at gera, og Karl Johansen var staddur uttanlands í desember, men tá lat hann ikki lyklarnar til borgarstjóraskrivstovuna frá sær, sigur Atli Justinussen.

Eftir hetta boðaði varaborgarstjórin frá, at hann ikki fór at luttaka á býráðsfundum fyribils, og hann hevur ikki luttkið á nøkrum síðani í desember 2022 - teir hava verið fýra í tali.

Karl Johansen hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið, enn at tað er rætt, at borgarstjórin fekk boðini frá varaborgarastjóra sínum um, at hann ikki fór at luttaka á fundum fyribils.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2023

8 Leygardagur 04. mars 2023

Omanfyri helvtin av húsarhaldsruskinum er matleivdir

Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu hevur fingið gjørt eina kanning av húsarhaldsruski, sum liður í arbeiðinum at skilja, endurnýta og endurvinna meir

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein kanning av húsarhaldsruski í Tórshavnar kommunu vísir, at 55 prosent eru matleivdir. Tað er ein stór avbjóðing, sum skal loysast við samstarvi, fyribyrging, gransking og alternativari endurvinning.

Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu hevur fingið gjørt eina kanning av húsarhaldsruski, sum liður í arbeiðinum at skilja, endurnýta og endurvinna meir. 

Kanningin varð gjørd í november 2022, har 5 prosent av vikuliga húsarhaldsburturkastinum bleiv greinað og býtt í 8 bólkar, sum yvirlitið niðanfyri vísir og annars eftir forskriftunum, fyri at skula verða umboðandi fyri alla kommununa. 

[object Object]

Tað sum er serliga áhugavert er, at úrslitini frá skiljingini vísa, at býtið millum bólkarnar er nakað øðvísi enn tað, ið væntað varð at síggja út frá dátum úr øðrum londum. 

Samanborið við Danmark og Tromsø, er minni glas og metal í burturkastinum í Havn, samstundis sum nøgdin av papp og pappír eisini er nakað lægri enn í Tromsø. 28 kilo av papp og pappíri er tó í meira lagi, tá ið hugsað verður um, at hetta hevur verið skilt frá vanliga húsarhaldsruskinum í skjótt 20 ár, sigur Bjørg Dam, forkvinna í náttúru og umhvørvisnevndini í Tórshavnar kommunu.

Nógv størsti bólkurin er matleivdir
Í greiningini, sum SMJ gjørdi fyri Tórshavnar kommunu sæst, at matleivdir vanliga liggja millum 40-50 prosent í Danmark og Tromsø. men at kanningin vísir at matleivdirnar vórðu heili 55 prosent. Tær liggja tí nakað omanfyri innihaldið í okkara grannalondum. Hettar eiga vit at hyggja nærmari eftir, hví so er.

- Kanningin vísir sostatt, at skulu vit gera mestan munin og brenna sum minst, so er tað størsta bólkin, matleivdir vit skulu fara eftir. Í fyrsta lagi, skula vit fyribyrgja matspillu nógv meir og at t.d. kaffigrums og annað, ið kann fara beinleiðis í havan ikki fer í ruskposan, sigur Bjørg Dam.

- Í øðrum lagi, at finna onnur alternativ til brenniovnin so sum at kompostera, biogassa ella við pyrolysu og fáa orku og ráðevnir úr matinum.

Tórshavnar kommuna er í gongd við eina royndarverkætlan saman við biogassverkinum Førka, Landsjúkarahúsinum, tveimum hotellum og heilsølum um maturleivdir, ið koma undir bólkin “reint organiskt”, sum verður savnað inn og biogassað. Fyrimunirnir eru ikki einans, at matleivdir verða til orku, men eisini at tøðini verða betri.

Við pyrolysu kolast organiska tilfarið til gass og ráðevnir, har orkutunga pyrolysan við tíðini kann blíva sjálvforsýnandi við framleidda gassinum, og restproduktið verður brúkt at ríka moldina við.

- Tað er átroðkandi at finna góðar og skjótar loysnir, soleiðist at vit í Føroyum gera okkara til varðveitan av ráðevnum og margfeldi og minka um okkara co2 útlát. Eisini ynski eg, at kunna verða errin av, at liva í einum landi, har vit endurnýta ella endurvinna sum mest, sigur Bjørg Dam.

- Loysnirnar eru nógvar og avbjóðingarnar fleiri, men um vit politikarar, borgarar, land og kommunur arbeiða saman, so røkka vit longur og skjótari.

Øll kanningin verður løgd út á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu í næstum, har eisini verður mælt til, at gera fleiri líknandi kanningar, fyri at síggja um geografi og árstíð ávirkar mongdir og býti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2023

9 Leygardagur 04. mars 2023

Hagstovan: Besti januarmánaður higartil hjá gistingarhúsunum

Í januar 2023 vóru gistinæturnar á føroysku gistingarhúsunum 11 prosent fleiri enn sama mánað í 2022

Hotel Havgrím (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Gistinæturnar á føroysku gistingarhúsunum vóru knapt 7.700 í januar – slakar 800 fleiri samanborið við sama mánað í 2022.

Hetta svarar til ein vøkstur upp á 11 prosent, og er hetta samstundis met fyri januarmánað, skrivar Hagstovan.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum – 91 prosent. Tað eru fýra prosent færri enn sama mánað í fjør.

Í januar áttu føroyingar 48 prosent av gistináttunum – fimm prosent lægri enn í sama mánað í fjør. Ferðafólk úr Danmark og útlendsk ferðafólk úr øðrum londum enn Danmark áttu ávikavist 31 og 21 prosent, skrivar Hagstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2023

10 Leygardagur 04. mars 2023

– Endamálið er at hjálpa um bústaðaneyðina - ikki at skapa fíggjarligan vinning

Landsstýriskvinnan við umhvørvismálum hevur sent uppskot til hoyringar, sum snýr seg um at taka burtur kravið í lógini um, at Bústaðir skulu samstarva við privatar íleggjarar um bústaðaverkætlanir

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýriskvinnan við umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, hevur sent uppskot til hoyringar um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn, sum Bústaðir virka eftir.

Uppskotið snýr seg um at taka burtur kravið í lógini um, at Bústaðir skulu samstarva við privatar íleggjarar um bústaðaverkætlanir.

Við kravinum um, at Bústaðir skulu samstarva við privatar íleggjarar um bústaðabygging, fylgir eisini eitt krav um, at Bústaðir skulu virka eftir somu treytum, sum privatu íleggjararnir, sum m.a. merkir, at Bústaðir skulu rokna sær vinnuligt avkast av bústaðaverkætlanum.

- Sitandi samgonga heldur, at endamálið við Bústøðum er hjálpa um bústaðaneyðina og ikki at skapa fíggjarligan vinning. Uppgávan hjá Bústøðum eigur at vera, at fáa góðar bústaðir til vega skjótt og fyri so lága húsaleigu, sum til ber. Tí ætla vit at strika hetta kravið í lógini, sigur Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna.

Kravið í lógini, sum sambært uppskotinum verður tikið burtur, ber í sær, at húsaleigan verður hægri, enn um Bústaðir byggja einsamøll, tí vinningur skal leggjast oman á vanliga fíggjar- og rakstrarkostnaðin fyri bústaðirnar.

Lógarbroytingin samsvarar við ynski frá stýrinum fyri Bústaðir, um at fáa fríari ræsur at arbeiða. Eisini hevur stýrið víst á, at kravið um samstarv gevur Bústøðum eina veika samráðingarstøðu mótvegis privatum íleggjarum, tí íleggjararnir vita, at Bústaðir skulu gera eina avtalu við privat. Kravið ber somuleiðis í sær, at Bústaðir skulu brúka orku uppá at finna og samráðast við áhugaðar íleggjarar, og tað hevur víst seg, at slíkir ikki altíð eru so lættir at finna, serliga ikki uttan fyri miðstaðarøki.

Við lógarbroytingini kunnu Bústaðir frítt velja, um ein verkætlan skal fremjast saman við privatum íleggjarum ella ikki, alt eftir hvat gevur besta úrslit út frá eini heildarmeting um skjótleika, góðsku og prís.

- Samanumtikið hevur uppskotið til endamáls at betra møguleikarnar hjá Bústøðum til at virka sum tað bústaðapolitiska amboðið, ið Bústaðir upprunaliga var ætlaður at vera, sigur landsstýriskvinnan at enda.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2023

11 Leygardagur 04. mars 2023

Rógvi Olavson nýggjur formaður í Kringvarpsstýrinum

Nýtt kringvarpsstýri tekur við 6. mars 2023

Rógvi Olavson (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, hevur sett nýtt stýri fyri Kringvarp Føroya fyri komandi fýra árini.

Hesi eru tilnevnd í stýrið frá 6. mars 2023 til 5. mars 2027:

Limir:
Rógvi Olavson, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
Annika Eidesgaard, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
Michael Koba, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
Gunvá við Keldu, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
Mathea Hilduberg, næstforkvinna, beinleiðis tilnevnd av landsstýriskvinnuni.
Høgni Reistrup, beinleiðis tilnevndur av landsstýriskvinnuni.
Finnur Koba, starvsfólkaumboð.

Landsstýriskvinnan hevur valt Rógva Olavson sum formann.

Varalimir:
Katrin Petersen, fyri Rógva Olavson, formann, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
Theodor Eli Dam Olsen, fyri Anniku Eidesgaard, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
Ólavur í Geil, fyri Michael Koba, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
Dorit Hansen, fyri Gunvá við Keldu, eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
Dánjal Højgaard, fyri Matheu Hilduberg, næstforkvinnu, beinleiðis tilnevndur av landsstýriskvinnuni.
Dánial Hoydal, fyri Høgna Reistrup, beinleiðis tilnevndur av landsstýriskvinnuni.
Elin Winther Poulsen, fyri Finn Koba, starvsfólkaumboð.

Stýrið hjá Kringvarpinum er ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í kringvarpslógini og aðrar fyriskipanir um virksemi stovnsins verða fylgdar.

Sambært kringvarpslógini verða fýra limir og fýra varalimir tilnevndir eftir tilmæli frá politisku flokkunum, ein limur og ein varalimur verða tilnevndir sum umboð fyri starvsfólkini í Kringvarpi Føroya, og landsstýrismaðurin í mentamálum tilnevnir tveir limir og tveir varalimir. Millum tey tilnevndu velur landsstýrismaðurin formann og næstformann.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, ætlar skjótast til ber at taka arbeiðið uppaftur at endurnýggja public service-sáttmálan, sum formliga fór úr gildi 31. desembur 2020.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2023

12 Leygardagur 04. mars 2023

Hjálp til trongdar familjur

Uppskot um hjálparískoyti er borið í løgtingið

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Landstýriskvinnan við almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur nú sent Løgtinginum eitt uppskot, sum fer at geva familjunum, ið eru fíggjarliga ringast fyri, eina hjálpandi hond.

- Gongdin við hækkingum í prísum á gerandisvørum sær út til at fara at halda fram eina tíð aftrat, og hetta leggur trýst á nógvar familjur í Føroyum. Tað eru ikki allar familjur, ið megna at tillaga seg broyttu umstøðurnar, og tí skulu vit sum samfelag hjálpa teimum at koma ígjøgnum eina trupla tíð, sigur Sirið Stenberg.

Sambært uppskotinum fara tey, sum lúka treytirnar í lógini, at fáa eitt hjálparískoyti á 12.000 krónur, ið verður útgoldið sum ein eingangsupphædd. Í mun til hjálpina, ið varð veitt seinasta heyst, eru nakrir batar, ið hava við sær, at hjálpin røkkur fleiri húskjum, skrivar ráðið á heimasíðuni.

Harumframt hevur uppskotið við sær, at tey, sum móttaka familjuískoyti restina av hesum árinum, fáa eitt hægri útgjald.

- Vit mugu ansa eftir, at vit ikki økja um inflasjónina, men við hesum uppskotinum meti eg, at vit á ein ábyrgdarfullan hátt røkka familjunum, sum eru ringast fyri fíggjarliga, sigur Sirið Stenberg. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

13 Leygardagur 04. mars 2023

Granskingarverkætlan skal menna betri krabbameinsviðgerð

Samstarv, sum umfatar FarGen og rannsóknarstovuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevur fingið 4 milliónir í stuðuli til gen-verkætlan frá Novo’s BII

Klaksvíkar Sjúkrahús (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

AIDA Oncology, stovnað av Peter Buhl, onkologi og yvirlækna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevur fingið 4 milliónir krónur í stuðuli frá BII’s Venture Lab program (Bio Innovation Institute), sum er grundarlag undir NOVO Nordisk grunninum.

Ein partur av verkætlanini skal røkjast av FarGen, undir leiðslu av Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðara, har rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fer at greina krabbameins-vevna við nútímans RNA-sekventering. FarGen, sum er undir Fólkaheilsustýrinum, arbeiðir við hesum saman við Center for Genomisk Medicin á Ríkissjúkrahúsinum.

– Hetta er eitt sera spennandi og umráðandi samstarv, sum í síðsta enda gagnar sjúklinginum. Tað er umráðandi, at vit alla tíðina menna nýggjar mannagongdir, ið kunnu betra um viðgerðarmøguleikar fyri krabbamein og aðrar sjúkur, sigur Noomi O. Gregersen.

Grundarlagið undir verkætlanini er at menna eina kanning, ið við at greina vevnaðin hjá einstaka sjúklinginum, kann stuðla læknunum í at velja bestu viðgerðina fyri júst hendan sjúkling. Vónin er, at fleiri sjúklingar kunnu yvirliva krabbamein, við at fáa bestu viðgerðina í byrjanini av sjúkugongdini, og eisini at færri kanska fáa nyttuleysa kemoviðgerð, við møguligum hjáárinum.

Toymið handan AIDA Oncology - sum eisini inniber Ulla Hald Buhl -, hevur fyrr, við góðum úrsliti, arbeitt við júst hesum kanningum, men við meira ótíðarhóskandi tólum og tí er vónin, at nýggir RNA-sekventeringskanningarhættir kunnu geva meira nágreiniligt innlit í, hvørjar ílegur eru umráðandi, fyri at ein serligur heiligvágur riggar fyri einstaka sjúklingin.

– Hetta er ein góður møguleiki hjá okkum at vera við í hesum slóðbrótandi arbeiði. Fyri starvsfólkini, ið blíva ment nógv í hesum spennandi greiningararbeiði, fyri sjúklingin, ið fær ágóðan av hesum og tí vit eru eitt lítið sjúkrahús, sum sleppur at vera við til nakað størri, sigur Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2023

14 Leygardagur 04. mars 2023

Nýtt frítíðartilboð í Faktorhúsinum á Tvøroyri

Lív varð fingið í søguliga bygningin til "Siðsøgulig jól á Tvøroyri", og nú kunnu kvinnur í kommununi hittast í Faktorhúsinum til samveru hvønn mánadag seinnapart

Eftir áheitan frá kvinnuligum borgarum í kommununi, hevur býráðið samtykt, at kvinnur í kommununi kunnu nýta Faktorhúsið til sosiala samveru
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Síðstu jól varð nógv gjørt burturúr við jólaframsýningini ’Siðsøgulig jól á Tvøroyri’. Eitt av endamálunum við framsýningini var at fáa nýtt lív í gomlu søguligu bygningarnir á Tvøroyri, og m.a. varð Faktorhúsið, eisini nevnt Roykstovan, innrættað sum eini hugnalig sethús úr 1950unum.

Áhugin fyri framsýningini var somikið stórur, at Tvøroyrar kommuna hevur valt at varðveita innrættingina í Faktorhúsinum, soleiðis at tey nú kunnu nýtast til ymisk endamál.

Og nú er lagst afturat við nýggjum frítíðartilboði í Faktorhúsinum. Eftir áheitan frá kvinnuligum borgarum í kommununi, hevur býráðið samtykt, at kvinnur í kommununi kunnu nýta Faktorhúsið til sosiala samveru, ið hevur verið ein eftirspurningur.

Hvønn mánadag klokkan 14.30 til 17 kunnu kvinnur hittast í Faktorhúsinum til samveru, prát, bindihugna og gera sær ein drekkamunn. Opið verður fyrstu ferð komandi mánadag, 6. mars, og síðani hvønn mánadag. Allar kvinnur í Tvøroyrar kommunu eru vælkomnar til bindihugna og gott samanhald.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2023

15 Leygardagur 04. mars 2023

Berin øktan stuðul á fíggjarlógini

Landsstýriskvinnan við almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur raðfest at hækka játtanina til felagsskapin Beran við 400.000 krónum á fíggjarlógaruppskotinum

– Hendan raðfesting ger tað møguligt hjá Beranum at møta tí alsamt vaksandi tørvinum, eins og at gera tilboðið til børn og ung, sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin til eitt varandi tilboð, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Høvuðsendamálið hjá Beranum er at geva børnum og ungum, ið hava mist foreldur og/ella systkin, eitt stað, har tey kunnu hittast og práta við onnur í somu støðu. Berin skipar eisini fyri bólkum fyri foreldrum, sum hava mist børn, og veitir vegleiðing og ráðgeving, eins og samtalur við sálarfrøðing.

Í eina tíð hevur Berin víðkað virksemið, til eisini at hava eitt tilboð til børn og ung, sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin. Tilboðið hevur hilnast væl, og tørvurin hevur víst seg at vera stórur.

– Hendan raðfesting ger tað møguligt hjá Beranum at møta tí alsamt vaksandi tørvinum, eins og at gera tilboðið til børn og ung, sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin til eitt varandi tilboð, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.

Virksemið hjá Beranum fevnir um arbeiði, ið fremur sosiala vælferð og trivnað, sum kunnu fyribyrgja sálarligar og sosialar trupulleikar seinni í lívinum. Við hækkaðu játtanini á 400.000 krónur, verður samlaða játtanin til Beran 1,8 milliónir krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2023

16 Leygardagur 04. mars 2023

1,35 milliónir krónur til neyðstødd eftir jarðskjálvta

Reyði Krossur og landsstýrið senda pengar til neyðstødd í Turkalandi og Sýria 

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mánamorgunin 6. februar vóru tveir ógvusligir jarðskjálvtar í Turkalandi og Sýria. Tvær vikur seinni gjørdi enn ein ógvusligur jarðskjálvti syndarligu støðuna í londunum uppaftur verri. Higartil hava fleiri enn 50.000 menniskju latið lív og enn fleiri eru særd.

Reyða Kross feløgini í Turkalandi og Sýria hava arbeitt ótroyttiliga, síðan fyrsta dagin, við at hjálpa neyðstøddum børnum og vaksnum. Av tí, at lokalu Reyða Kross toymini eru úr økinum og eru staðkend, hava tey havt serliga atgongd til tey harðast raktu økini.

Tey arbeiða áhaldandi við at veita kropsliga og sálarliga fyrstuhjálp, býta út neyðsynjarvørur so sum mat og drekka, teppir og skjól.

Sum tíðin gongur, skiftir fokus so líðandi frá bjargingararbeiði til at veita neyðugan stuðul til tey, sum hava mist heim, ognir, arbeiði og síni kæru. 

Reyði Krossur Føroya letur 1,35 milliónir krónur til neyðhjálpararbeiðið í londunum báðum. Ein millión av hesi upphædd er latin frá Føroya Landsstýri. 

Tíðindaskriv frá Reyða Krossi


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

17 Leygardagur 04. mars 2023

Open Doors Føroyar lata 270.000 krónur til jarðskjálvtarakt økið

Hesin peningurin varð savnaður inn uppá tríggjar vikur og fer millum annað til mat, heilivág og umvælingar í Latakia og Aleppo í Sýria. Til ber at hjálpa umleið 7.000 persónum beinanvegin

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

6. februar bórust tíðindini um, at harðasti jarðskjálvtin í meira enn 100 ár hevði rakt Turkaland og Sýria. Myndirnar frá londunum hava víst okkum, hvussu ræðulig støðan er. 

Hetta skriva Open Doors Føroyar, ið alt fyri eitt setti eina innsavnan fyri fólkunum í rakta økinum í gongd. Tað hevur gingið skjótt og væl hjá felagsskapinum at fingið pening inn.

- Góðar tríggjar vikur seinni hava føroyingar stuðlað við 270.000 krónum. Ibrahim, ið er prestur í Sýria, fegnast yvir peningin, ið er savnaður inn í Føroyum. Hann sigur, at nú fjølmiðlanir byrja at tagna, byrjarar veruliga arbeiðið hjá teimum at byggja jarðskjálvtarakta økið uppaftur.

Open Doors Føroyar hava gjørt av at nýta allan peningin, ið er komin inn, í Sýria. Felagsskapurin Open Doors hevur drúgvar royndir í landinum, og tí ber beinanvegin til at hjálpa 7.000 persónum. Tey flestu av hesum fólkunum, sum fingu skjól í 16 ymiskum kirkjum, eru nú flutt á hotell, til familju ella farin aftur til síni heim, sum eru mett at vera trygg.

Jarðskjálvtin rakti serliga hart økini Latakia og Aleppo.

- Open Doors veita hjálp til 25.000 fólk í hesum økinum. Langtíðarætlanin er at hjálpa 200.000 fólkum í øllum Sýria. Hetta megna vit, tí vit hava økt vónardeplarnar frá 160 til 287 í tali. 

Stuðulin, ið føroyingar hava veitt, verður millum annað brúktur til mat, heilivág og reinførishjálp, umframt umvælingar.

Open Doors er ein felagsskapur, sum millum annað varpar ljós á forfylging av kristnum kring heimin, og sum eisini ger hjálpararbeiði ymsastaðni. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

18 Leygardagur 04. mars 2023

Kári Sigvardsen nýggjur stjóri hjá Pf. Zacharias Leitisstein

Hendrik Egholm, Rúni Vang Poulsen og Kári Sigvardsen keyptu herfyri felagið, og nú er greitt, at síðstnevndi verður stjóri

Kári Sigvardsen (Mynd: Zacharias Leitisstein P/F)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Herfyri keyptu Hendrik Egholm, Rúni Vang Poulsen og Kári Sigvardsen keypt familjufyritøkuna Pf. Zacharias Leitisstein.

Fyritøkan boðar frá, at eini eigarin Kári Sigvardsen, er nýggjur stjóri. 

Pf. Zacharias Leitisstein hevur virkað innan hita, vatn, sanitet og ventilatión síðani 1959, og hevur staðið fyri støðufesti og góðum handverki. 

- Við nýggjum eigarum og leiðslu halda vit fram við verandi virksemi, men vit fara eisini at flyta okkum. Vit koma í næstum við nýggjum orkuloysnum við jarðhita og hitapumpum og fara vit eisini at bjóða vinnuni fleiri tænastur, skrivar felagið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2023

19 Leygardagur 04. mars 2023

Starvsvenjingarskipan skal hjálpa ukrainum

Í farnu viku varð skipað fyri kunningarfundi, har greitt var frá nýggja átakinum fyri at fáa ukrainar út á føroyska arbeiðsmarknaðin

(Mynd: Vinnuhúsið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fleiri arbeiðsgevarar luttóku á kunnandi fundinum, sum Almannaverkið og Útlendingastovan skipaðu fyri í Vinnuhúsinum í síðstu viku. Á fundinum varð greitt frá nýggja átakinum fyri at fáa ukrainar út á føroyska arbeiðsmarknaðin.

Almannaverkið hevur sett í verk starvsvenjingarskipan, sum skal hjálpa ukrainum og arbeiðsgevarum at koma í samband við hvønn annan. Arbeiðsgevarar hava nú møguleika fyri at skriva seg upp til starvsvenjingarskipan til ukrainar, og á tann hátt fáa ein persón í starvsvenjing í 1 mánað, og fær uppihaldsveiting frá Almannaverkinum. Almannaverkið hevur verið í sambandi við ukrainarnar og hevur fingið eitt yvirlit yvir hvørjar uppgávur tey kunnu átaka sær og harvið finnur Almannaverkið ein persón sum hóskar seg til upplýstu uppgávurnar og arbeiðsplássið.

Tá starvsvenjingin er av, skal støða takast til møguleikan at koma í lønt starv.

Á fundinum greiddu Almannaverkið og Útlendingastovan frá, at tað er eitt ynski frá ukrainunum at koma í arbeiði og fleiri av teimum eru væl á veg at læra seg føroyska málið. Um somu tíð er tað ein stórur tørvur á arbeiðsmegi og tí er at fegnast um, at síggja so nógvar arbeiðsgevarar til tiltakið.

Tíðindaskriv frá Vinnuhúsinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2023

20 Leygardagur 04. mars 2023

Tórshavnar Kvøldskúli við í nýggjari Nordplus verkætlan

Verkætlanin, sum hevur fingið heitið Nordplus Vaksin, skal millum annað greina týdningin av luttøku í felagslívi og samstarvi millum Grønland, Føroyar og Danmark

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tórshavnar Kvøldskúli er við í nýggjari Nordplus verkætlan, ið skal styrkja og menna samstarvið millum Grønland, Danmark og Føroyar.

Verkætlanin skal millum annað greina týdningin av luttøku í felagslívi og samstarvi millum Grønland, Føroyar og Danmark.

Verkætlanin, sum hevur fingið heitið Nordplus Vaksin, leggur dent á týdningin, sum feløg og felagsskapir hava fyri samfelagið, lokalt og landanna millum. Eitt nú, tá ið um ræður mentan, útbúgving, sosial viðurskifti og virkna luttøku í felagslívi og felagsskapum.

Ætlanin við verkætlanini er at menna kunnleikan og tilvitskuna um sosiala inklusjón, um demokrati, samborgaraskap og fólkaræðisligar mannagongdir og um burðardygga umhvørvismenning. Verkætlanin byggir í stóran mun á tankarnar um fólkaupplýsing í breiðastu merking.

Tað er í hesum sambandi, at londini hava funnið saman um verkætlanina, sum næstu tvey árini skal gera tað lættari at læra av royndum hvør hjá øðrum og samstarva tvørtur um landamørk.

Tórshavnar Kvøldskúli umboðar Føroyar í verkætlanini, og hevur samskipandi leiklutin at kanna og greina støðuna og lodda dýpið millum felagsskapir í Føroyum. Talan kann vera um bæði størri og smærri felagsskapir innan ítrótt, mentan, útbúgving og skúlaskap og mangt, mangt annað.

Málið er at samansjóða felagsskapir og fáa vitan til vega um felagslív í Føroyum, og hvussu virknir føroyingar eru. Vitanin skal leggja lunnar undir føroyska íkastið til verkætlanina og norðurlendska samstarvið frameftir.

Fundur í Føroyum

Í sambandi við verkætlanina verður skipað fyri norðurlendskum fundi í Føroyum í døgunum 6. og 7. juni. Tá fara umboð fyri luttakandi londini, umframt Ísland og Noreg, at viðgera spurningar, sum hava týdning fyri verkætlanina og norðurlendska samstarvið sum heild. Eisini fara umboðini at viðgera, hvussu samstarvið kann mennast og víðkast framyvir.

Eitt av málunum við verkætlanini er at skapa og skipa ein felags pall, so londini lættari kunnu samskifta og deila vitan sínámillum. Talan verður helst um okkurt slag av heimasíðu og vanga á sosialum miðlum. Harumframt er ætlanin at hava árligar fundir og ráðstevnur.

Tað verður leiðarin á Tórshavnar Kvøldskúla, Jógvan Sørin Hansen, sum fer at umboða Føroyar á fundinum í juni.

Fundurin verður í hølunum hjá Tórshavnar Kvøldskúla í J.H. Schrøtersgøtu í Havn.

Tey, sum vera við á fundinum í Føroyum í juni eru hesi:

  • Umboð fyri Nukaka í Grønlandi. Nukaka er savnandi felagsskapurin fyri søvn av ymsum slagi í Grønlandi.
  • Umboð fyri Interfolk í Danmark. Interfolk er felagsskapur, sum virkar fyri fólkaupplýsing og hevur røtur til grundtvigska hugsjón og mentan.
  • Umboð fyri DFKS í Danmark. DFKS er felagsskapur, sum umboðar bróðurpartin av felagsskapum, ið virka fyri fólkaupplýsing fyri sjálvboðin á mentanarliga pallinum.
  • Umboð fyri Husavik Academic Center í Íslandi. Tað er felagsskapur, sum virkar fyri lívlangari læring og umfatar eitt nú hægri lærustovnar og tvørfakliga gransking í norðureystur økinum í Íslandi.
  • Umboð fyri Vestvågøy kommunu í Lofoten, Noregi. Vestvågøy er fólkaríkasta kommuna í økinum og stuðlar eitt nú mentanar-, ítróttar- og frítíðarlívi í breiðastu merking.
  • Og umboð fyri Tórshavnar Kvølskúla.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2023

21 Leygardagur 04. mars 2023

Kanning: Føroyski ungdómurin ynskir ósjálvsøkin og sosial arbeiðspláss

Yvir 1.100 ung millum 15 og 27 ár luttóku í spurnakanningini #VitVænta, sum Handilsvinnufelagið hevur stuðlað

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroyska ættarliðið Z leggur stóran dent á at gera munagott arbeiði, sum hevur eina jaliga ávirkan á alt samfelagið. Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum frá stóru spurnakanningini #VitVænta, sum Handilsvinnufelagið hevur stuðlað.

Yvir 1.100 ung kring alt landið luttóku í talgildu spurnakanningini, og er hon sostatt millum størstu spurnakanningarnar av hesum slag, sum er gjørd í Føroyum, skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum.

Sambært altjóða skilmarking, fevnir ættarlið Z um ung millum 12 og 27 ár, men av tí at ung í Føroyum ikki kunnu fáa fast starv fyrr enn tey eru 15 ár, var spurnakanningin stílað til ung millum 15 og 27 ár.

74 prosent av teimum ungum, sum luttóku í kanningini, vísa á, at eitt tað mest umráðandi fyri tey er at hava ávirkan og gera mun, við tí arbeiðinum tey gjørdu, og 65 prosent av teimum ynsktu at sleppa til orðanna á arbeiðsplássinum. Tey ynskja sostatt at vera ein virkin viðspælari á starvsplássinum og vera tikin við, tá avgerðir verða tiknar.

Heili 79 prosent meta tað vera sera umráðandi at hava góðar starvsfelagar, og 72 prosent mettu tað vera umráðandi, at hava eitt stuðlandi arbeiðsumhvørvi, skrivar Vinnuhúsið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2023

22 Leygardagur 04. mars 2023

20 ár sum húsavørður

Í vikuni varð hátíðarhildið, at Nikkel Nielsen hevur havt 20 ára starvsdag hjá Eiðis kommunu

(Mynd: Eiðis kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mikudagin var hugnaløta á kommunuskrivstovuni hjá Eiðis kommunu í sambandi við, at Nikkel Nielsen hevur 20 ára starvsdag sum húsavørður hjá kommununi.

– Løtan var hildin við einum góðum drekkamunni, har Annsy Høghamar, virkandi borgarstjóri, segði nøkur orð og handaði Nikkeli eina gávu, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

– Eiðis kommuna ynskir Nikkeli hjartaliga tillukku við degnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2023

23 Leygardagur 04. mars 2023

Arnes Minde eitur nú Kirkjustovan

Havnar kirkja, sum eisini er Dómkirkja Føroya, hevði stóran tørv á hølum til ymiskt virksemi. Kirkjubygningurin er friðaður, so tað er ongin møguleiki at útbyggja kirkjuna. Í 2015 samtykti Tórshavnar býráð at lata kirkjuráðið yvirtaka grannaognina

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Longu fyri sløkum 25 árum síðan vendi kirkjuráðið fyri Havnar kirkju sær til Tórshavnar kommunu um møguleikan at yvirtaka ognina Arnes Minde, sum er rættiliga stórur og serstakur bygningur á horninum millum Bringsnagøtu og Kirkjuveg.

Tá var nógv virksemi í húsunum, so hetta lat seg ikki gera tá, men býráðið samtykti, at um húsið einaferð gjørdist tøkt, so kundi kirkjan yvirtaka tað.

Havnar kirkja hevur havt sera trongar umstøður, og í 2014 tók kirkjuráðið spurningin framaftur.

Tað, sum var spennandi við hesi verkætlan var, at kirkjan ætlaði at vera við til at skapa eitt livandi umhvørvi á Bryggjubakka. Tí umframt arbeiðið hjá kirkjuni í sambandi við gudstænastur og onnur kirkjulig tiltøk, so var eisini ætlanin hjá kirkjuni at hava ymisk mentanarlig tiltøk, so sum konsertir, framsýningar, kafé og hugnakvøld.

Havnar kirkja, sum eisini er Dómkirkja Føroya, hevði stóran tørv á hølum til ymiskt virksemi. Kirkjubygningurin er friðaður, so tað er ongin møguleiki at útbyggja kirkjuna.

Til jarðarferðir og onnur tiltøk sleppa ofta ikki øll inn í kirkjuna, so møguleikin at brúka Arnes Minde hevði verið kærkomin. Ætlanin var eisini at brúka húsið til konfirmantalestur og sosialt virksemi í sambandi við gudstænastur.

Kirkjan hevur eisini heilt serligar uppgávur, t.d. á ólavsøku og til onnur høvi. Kirkjuráðið hugsaði at brúka Arnes Minde til skrivstovu til dagliga avgreiðslu í sambandi við kirkjuskrivstovuna, eins og prestar og onnur starvsfólk kundu hava sína dagliga gongd og tænastur har, tí í kirkjuni sjálvari er lítið og onki pláss.

Kirkjuráðið hevði fleiri spennandi ætlanir, t.d. at draga hús og kirkju inn í søguliga umhvørvið á Reyni, at hava bóka- og myndaframsýningar, og at skipa fyri ymsum tiltøkum í samstarvi við ferðavinnuna. Húsið er søguligt og hevur t.d. bæði verið politistøð, varðhald og hevur hýst býráðssali og -skrivstovu.

M.a. tí er tann eina “brumman” ella “spjellið” varðveitt sum ein siðsøguligur partur av húsinum, hóast innrættingin annars øll er broytt. Origianal gamla tjúkka træhurðin fyri klivuna verður hongd uppaftur.

Býráðið samtykti í 2015 at lata kirkjuráðið yvirtaka Arnes Minde fyri 3,5 milliónir, sum var metingarpísurin. Kommunan er sambært lóg vanliga bundin av at selja allar ognir fyri marknaðarprís. Henda sølan varð tí góðkend av kommunala eftirlitinum í Almannamálaráðnum.

Almannamálaráðið varð biðið um at geva undantak at selja ognina uttan alment útboð. Eisini setti kommunan treytir til varðveiting av húsunum, somuleiðis at sokallað útvent virksemi verður í Arnes Minde. Almannamálaráðið gav loyvi at víkja frá kravinum um alment útboð.

Nú er so komið hartil, at skjótt fer ymiskt virksemi í gongd í Arnes Minde, sum nú aftur verður ein livandi stovnur í søguríka umhvørvinum mitt í býnum.

Arbeiðið bleiv sera umfatandi. Alt er tikið innanúr og gjørt av nýggjum. Kjallarin er fullkomiliga gjørdur av nýggjum. Innboðin lisitasjón var 22. november 2022, Valbjørn Dalsgaard fekk arbeiðið at gera nýtt hús fyri 12 milliónir krónur.

Húsini fáa eisini nýggjan klædning. Men hann sær fullkomiliga út sum tann gamli. Vindeyguni verða sama slag, burtursæð frá einum størri vindeyga, sum vendir móti kirkjuni. Atkomuviðurskiftini verða eisini munandi betri.

Hálvan apríl í 2024 skal alt vera liðugt. Sambært kirkjuráðnum fara tey at fylgja upprunaligu ætlanunum við húsunum, men tey fara at leggja dent á at vera ein aktivur partur, tá mentanarlig tiltøk eru í økinum.

Eisini verður tosað um at hava eina hugnaliga pensjónistakafé, um onkur fæst at taka sær av tí.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2023

24 Leygardagur 04. mars 2023

Føroyar við í Peter Pan

Ein partur av nýggjasta Peter Pan-filminum er tikin upp í Føroyum

(Skíggjamynd frá brellbitanum)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Trælanípan, Mykines og Risin og Kellingin eru partur av nýggja Peter Pan-filminum, sum kemur út 28. apríl.

[object Object]Risin og Kellingin (Skíggjamynd frá brellbitanum)

Ein brellbiti av Disney-filmuinum sum eitur “Peter Pan & Wendy” er kunngjørdur í dag, og har sæst vakra náttúran í Føroyum.

Á listanum á Imdb.com yvir tey fólkini, sum hava staðið fyri framleiðsluni síggjast Jón Hammer, Gudmund Helmsdal, Johannus Johansen og Ester Justinussen.

[object Object]Mykines (Skíggjamynd frá brellbitanum)

[object Object]Trælanípan (Skíggjamynd frá brellbitanum)

Seinastu árini eru alsamt fleiri upptøkur gjørdar í Føroyum til altjóða filmar og sendirøðir. James Bond-filmurin "No Time to Die" frá 2021 er besta dømi um hetta. 

Brellbitin kann síggjast her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2023

25 Leygardagur 04. mars 2023

Sannførandi spæl á fyrsta degnum av Stella Polaris

23 luttakarar í aldursbólkinum til og við 13 ár framførdu í Hátúni hósdagin. Klaverleikarin Tóki Linduson Hentze varð mettur at vera bestur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

23 outtakarar kappaðust á fyrsta degi í tónleikakappingini Stella Polaris, sum var fyri teir yngstu tónleikararnar í aldursbólkinum til og við 13 ár.

Tað var ikki ein løtt uppgáva at finna røttu vinnararnar, sum spældu í konsertsalinum Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla, og tí varð handanin útsett eitt lítið korter.

Støði var sera høgt, og dómsnevndarformaðurin Andras Olsen segði í røðu síni, at luttakararnir øll á hvør sín hátt rørdu dómararnar við sínum sannførandi spæli.

Dómararnir - Heiðrun Petersen, Eyðun á Lakjuni, Kristina á Váli, Elspa Samuelsen og Andras Olsen - høvdu ta tørføru uppgáva at kjósa tey bestu.

Triðju virðisløn vann Kristianna Emilia Højgaard, sum leikar á tvørfloytu. Síðani varð onnur virðisløn handað Johan Waagstein á klaveri og at enda varð vinnarin funnin, sum varð Tóki Linduson Hentze á klaveri.

Umframt vanligu vinningarnar varð í ár latið eitt serligt herðaklapp fyri serliga djarva og góða framførslu – viðkomandi hevur bert spælt í heilt fáar mánaðar, og vísti við síni framførslu eina óvanliga stóra menning uppá stutta tíð. Herðaklappið fekk Tea á Lakjuni Gunnarsdóttir, ið leikar á tvørfloytu.

Allir luttakararnir fingu luttøkubræv og blómu frá musikkskúlanevnd Tórshavnar Býraðs, sum skipar fyri kappingini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2023

26
Leygardagur 04. mars 2023

Stella Polaris: Royndur urguleikarin vann miðbólkin

Dómarapanelið fegnast um høga støðið hjá tónleikanæmingunum - í dag skulu tey elstu kappast

Ari Hammer Joensen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað var royndi urguleikarin Ari Hammer Olsen, sum fór avstað við fyrstu virðisløn, tá aldursbólkurin 14 til og við 18 ár fríggjadagin kappaðist í Stella Polaris tónleikakappingini í Tórshavnar Musikkskúla.

23 ungir tónleikarar vóru við í hesum bólkinum. Kappingin fór fram í Hátúni á musikkskúlanum og so í Vesturkirkjuni, har ugruframførslan var.

Dómsnevndin er sett saman av Kristinu á Váli, Eyðuni á Lakjuni, Heiðrun Petersen, Elspu Samuelsen og Andrasi Olsen, ið er formaður í nevndini. 

Andras greiðir frá, at nevndin var sera glað av høga støðinum, og at tað hevur verið serstakliga avbjóðandi at gera ein úrskurð av dagsins framførslum. Hóast tað skuldi ein avgerð takast, og eftir at hava umrátt seg ein lítlan tíma, kom nevndin fram til, at virðislønirnar skuldu latast soleiðis. 

Triðja virðisløn fór til Mikkjal Davidsen
Onnur virðirløn fór til Ritu Ljósheim
Fyrsta virðisløn fór til Ari Hammer Joensen

Umframt vanligu virðislønirnar varð aftur hesaferð valt at lata eitt serligt herðaklapp til Beintu Ingeborg Greve. Dómsnevndin sá eitt sera stórt potentiali og eina stóra framtíð í Beintu. 

Kappingin heldur fram í dag klokkan 12 tá fjúrtan ungir tónleikarar í elsta aldursbólkinum 18 til og við 25 ár fara at kappast. Klokkan 18.30 verður virðislønahandanin 

[object Object]Klaverleikarin Rita Ljósheim fekk aðru virðisløn


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2023

27 Leygardagur 04. mars 2023

Tilnevningarnar til FMA avdúkaðar

11. mars verður tiltakið Faroese Music Awards, har bestu avrikini í føroyskum tónleiki farna árið verða heiðrað og í nú eru tilnevningarnar avdúkaðar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hetta er tíggjunda árið á rað, at skipað verður fyri FMA, har føroyskur tónleikur verður fagnaður við livandi tónleiki og virðislønahandanum. Fyri fyrstu ferð er tað Tónleikasamband Føroya, sum skipar fyri tiltakinum, og Kringvarp Føroya, Norðurlandahúsið og Miðlahúsið eru samstarvsfelagar.

Hósdagin vórðu so tilnevningarnar avdúkaðar. Tað eru 10 ymiskar virðislønir, og av teimum 10 eru tað 7 virðislønir, sum hava tilnevningar. 

Tey tilnevndu eru: 

Popp/rokk:

Ársins útgáva:
1. Ivaveður - Vágaverk
2. Gult Myrkur - Guðrið Hansdóttir
3. Can't Hate Myself Into a Different Shape - Brimheim
4. For The Blue Sky - Frum
5. If I made you cry, I'm sorry - Lea Kampmann

Ársins Lag:
1. Síggja av Nýggjum - Marius Ziska
2. Send Mær Meira Pengar - RSP
3. Ballast Millum Maðkar - Æðrasoppar
4. I Should Have Known Better – Tamara
 5. Spotlight – Ester Skála

Opin bólkur:

Ársins Kompositión:
Kári Jacobsen - Vælsignaðir barnaskógvar
Madsen & Egilstrøð - Beinta: Departure
Klingra - Eitt minni
Yggdrasil - "Ichski" á Timint Areh
Oddur Joensen - Jazzmanian Devil

Ársins útgáva/konsert:
Beinta - Madsen & Egilstrøð
Akkordeon og Violin - Anna & Angelika
In a Field - Eli Tausen á Lava
Ælaveður - Pauli í Sandagerði
Føroya Symfoniorkestur, heystkonsert - Mattias Kapnas framførir klaverkonsert eftir Kristian Blak

Aðrar virðislønir:

Ársins spíri:
RSP
Æðrasoppar
Ari Hammer Joensen
Eyði Højsted Horsdal
Ikai

Tekstur:
Útgávan Rangvørg eftir Biritu, Urd og Kára. Tekstir eftir Urd Johannesen.
Útgávan Gult Myrkur eftir Guðrið Hansdóttir. Tekstir eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger
Útgávan Vera eftir Elinborg. Tekstir eftir Elinborg Pálsdóttir.

Visuellur samleiki:
Riley
Einangran
Joe and the Shitboys

Virðislønir, sum ikki hava tilnevningar, eru: Eksport, Tónleikaheiður og Áhoyraravirðislønin. Hesi verða avdúkað á FMA tann 11. mars í Norðurlandahúsinum. 

FMA verður sent beinleiðis í sjónvarpinum og við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum á palli. Í ár ber til at ogna sær atgongumerki til FMA á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. Tiltakið er eisini fyri innboðin, og tískil er tað avmarkað atgongd.

Fleiri hátíðarhald
Tónleikasambandið skipar fyri tiltakinum innihaldsliga, men høvið verður eisini nýtt til at hátíðarhalda tveir føðingardagar – 10 ára dagin hjá FMA og 40 ára dag hjá Norðurlandahúsinum.

FMA er eitt savnandi tiltak, sum fevnir um øll sløg av tónleiki. Undanfarnu tiltøkini hava verið serstakliga væl móttikin – bæði av almenninginum og ikki minst av tónleikarunum sjálvum. Aftan á 10 ár kann staðfestast, at FMA er komið fyri at verða.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

28 Leygardagur 04. mars 2023

Heimskend violinstjørna & nýggj føroysk symfoni

Føroya Symfoniorkestur spælir fyrstu symfoniina hjá Tróndi Bogason og violinkonsert hjá Brams saman við Francesda Dego

 
SkrivaÐ:

Innsent

Leygarkvøldið 18. mars klokkan 19.30 er lagt upp til eitt brak av eini vár- og jubilæumskonsert tá heimskenda Francesca Dego trínur á pall saman við Føroya Symfoniorkestur. Eisini framførir orkestrið og kór fyrstu symfoniina, ið Tróndur Bogason hevur skrivað.

[object Object]

Francesca Dego

Francesca Dego framførir Brahms violinkonsert saman við Føroya Symfoniorkestri.

Hon er ein av mest umbidnu violinsolistunum á altjóða tónleikapallinum og framførir við bestu orkestrunum í heiminum.

Fyri at nevna nakrar av feskastu bitunum á hennara tónleikaleið, so hevur hon turnerað Japan tunt við NHK Symphony undir leiðsu av Mo. Luisi.

Hon hevur eisini framført við BBC Symphony, Royal Philharmonic og Royal Scottish National Orchestra, Tokyo Metropolitan og Tokyo Symphony Orchestra, spælt konsertir í Louvre í Paris, í Lincoln Center New York og í Washington DC.

Francesca er á eksklusivari kontrakt hjá plátufelagnum Chandos Records. Hennara nýggjasta útgáva við Mozarts Violinkonsertum nr. 3 og 4, er upptikin saman med Royal Scottish National Orchestra undir leiðslu av Sir Roger Norrington. Útgávan fekk óvanliga nógvan rósur frá ummælarum og BBC Music Magazine gav útgávuni fimm stjørnur og blev vald til “Record of the month”.

[object Object]

Tróndur Bogason

Tróndur Bogason er útbúgvin í tónasmíði á konservatoriunum í Keypmannahavn og í Den Haag.

Hann hevur skrivað hópin av tónleiki fyri orkestur, kór og einstaklingar. Vit kunnu nevna Aldubáruna, Føroya Symfoniorkestur, Tarira, DR-undirhaldssorkestur, Norrbotten NEO, Figura Ensemble. Harafturat hevur hann arbeitt nógv saman við ymsum artistum innan rútmiska tónleikin, bæði sum framleiðari og útsetari.

Violinkonsert – Johannes Brahms

Johannes Brahms bleiv borin í heim í Hamburg. Pápi hansara var dansitónleikari og spældi seinni kontrabass í býarorkestrinum í Hamburg. Sum 10 ára gamal spældi Brahms sera væl klaver og byrjaði sjálvur at skriva tónleik.

Sum 15 ára gamal slapp hann við á turné ungarska violinleikaranum Eduard Reményi. Tá møtti ungi Brahms violinleikaranum Joseph Joachim, teir gjørdust vinir fyri lívið. Violinkonsertin er skrivað í 1878, og bleiv frumframførd í 1879 av júst besta vinmanninum Joseph Joachim.

Symfoni nr. 1 og 2

Sum heitið á verkinum rør framundir, er talan í veruleikanum um tvær symfoniir, sum verða framførdar í senn. Tann fyrra, Symfoni nr.1, tekur støði í wienarklassiska stílinum við einum lívligum 1. satsi í A-dur, einum friðarligum 2. satsi, eini scherzo og eini finalu. Tónamálið er lutfalsliga wienarklassiskt við siðbundnum melodium, harmonikki og rútmun.

Symfoni nr. 2 er meira nútímans, og er kanska í ein ávísan mun heldur ein antifoni enn ein symfoni.

Soleiðis skilt, at hon í stóran mun dyrkar friðin og tað óbroytiliga heldur enn tað episkt dramatiska, ið vit ofta seta í samband við eina symfoni.

Talan er sostatt um tvey sera ymisk tónarúm, sum møtast og í felag skapa eitt triðja tónarúm, Symfoni nr. 1. og 2.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum, bjóðar vælkomin og eisini verður “Artist talk” við Trónd Bogason.

Høllin í Norðurlandahúsinum verður latin upp heilt inn í Klingruna, sostatt verður konsertsalurin líka stórur, sum hann er til nýggjárskonsertirnar.

Bernhardur Wilkinsson stjórnar orkestrinum og Tóra Vestergaard venur kórið.

Føroya Symfoniorkestur gleðir seg at bjóða áhoyarunum enn eitt upplivilsi at teimum heilt stóru. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

29 Leygardagur 04. mars 2023

Syngja føroyskt í Vágum

Mánakvøldið verða føroyskir sálmar sungnir í Sandavágs kirkju

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í sambandi við átakið “Spæl føroyskt”, sum í ár er í viku 10 frá 6. til 12. mars, er Tónleikasamband Føroya komið við tí hugskoti, at víðka tiltakið til ikki bara at vera í útvarpi, men eisini ymsastaðni kring landið. Eitt nú kirkjum og samkomuhúsum.

Prestarnir í Vága prestagjaldi hava tikið hugskotið til sín, og í tí sambandi verður skipað fyri sálmakvøldi í Sandavágs kirkju mánakvøldið 6. mars klokkan 19.30.

- Tað snýr seg um hetta einfalda: at koma saman og syngja føroyskt í kirkjuni, sigur Inga Poulsen Dam, prestur.

Fyriskiparanir vóna at kunna fylla kirkjuna við fólki – saktans úr øllum landinum – sum dáma væl at syngja sálmar í felag.

Sungið verður bæði úr “gomlu” sálmabókini og úr Sálmabókaískoytinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

30 Leygardagur 04. mars 2023

Eurovision: 3.000 atgongumerki til ukrainskar flóttar í Stórabretlandi

Í mai fer Stórabretland at verða vertur fyri altjóða sangkappingini fyri Ukraina, sum ikki kundi hýsa kappingini orsakað av krígnum

Ukrainska Kalush Orchestra vunnu Eurovision sangkappingina í fjør (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Bretska stjórnin boðar frá, at 3.000 atgongumerki til Eurovision í Liverpool verða tøk hjá ukrainskum flóttafolkum í Stórabretlandi. Eisini letur stjórnin 10 milliónir pund (umleið 84 milliónir krónur) til fíggingina av Eurovision-tiltakinum.

Í mai verður altjóða Eurovision sangkappingin hildin í enska býnum Liverpool. Tað var Ukraina, sum í kappingini í fjør vann rættin til at vera vertur fyri næstu kappingini, men orsakað av krígnum í landinum, fekk Stórabretland, sum gjørdist nummar tvey, møguleika at skipa fyri kappingini í staðin.

- Hetta merkir, at túsundatals atgongumerki verða latin teimum, sum rýma undan kríggi, so tey kunnu luttaka í einum tiltaki, sum heiðrar heimland teirra, sigur bretski mentamálaráðharrin, Lucy Frazer sambært Reuters.

Hon leggur afturat, at tað er ein heiður at sleppa at vera vertur fyri Eurovision vegna Ukraina, og fara BBC og Liverpool at tryggja, at ukrainska fólkið er miðdepil í tiltakinum.

Seinast Stórabretland var vertur fyri Eurovision var í 1998.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2023

31 Leygardagur 04. mars 2023

Meiriluti á tingi fyri framhaldandi oljuleiting

Enn einaferð er tað sligið fast við sjeytumma seymi, at útlendskar fyritøkur eru vælkomnar at  søkja um loyvi at leita eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini.

Tvær reisir seinastu vikurnar hevur landsstýrismaðurin við vinnumálum, Høgni Hoydal, gjørt greitt fyri løgtinginum, at samgongan gongur inn fyri framhaldandi olju- og gassleiting á føroyska landgrunninum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta hendi fyri aðru ferð hesar seinastu vikurnar, tá landsstýrismaðurin við vinnumálum, Høgni Hoydal, gjørdi greitt í løgtinginum í undanfarnu viku, at skipanin við Open Door heldur fram. Tað er hon, sum gevur feløgum møguleika at søkja um leitiloyvi á føroyska landgrunninum.

Fyrru ferðina var tað uppá ein munnligan fyrispurning frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni úr Sambandsflokkinum. Og eina viku seinni svaraði sami landsstýrismaður skrivligum fyrispurningi frá løgtingskvinnuni Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum um framhaldandi oljuleiting.  

Í báðum førum gjørdi landsstýrismaðurin tó greitt, at ongar ætlanir eru um nýggjar útbjóðingar. Hetta er sum so sama støða, sum undanfara landsstýrið hevði í sama máli.

[object Object]Tað var løgtingskvinnan Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum, sum setti Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnulívsmálum skrivligan fyrispurning um, hvørja støða henda samgongan hevur til framhaldandi oljuleiting við Føroyar (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Við seinasta útspælinum frá nýggju sentrumvinstra samgonguni viðvíkjandi framtíðar kolvetnisleiting er tað enn einaferð staðfest, at Føroyar hava eina aðra støðu til leiting eftir kolvetnum enn hinir partarnir av ríkisfelagsskapinum, Danmark og Grønland.

Hesir hava fyrr gjørt greitt, at nýggj kolvetnisleiting verður ikki sett í verk aftur. Kortini hevur danska stjórnin uttan nakra avmarking givið loyvi til framhaldandi olju- og gassframleiðslu í nærum 30 ár aftrat fram til 2050, og í hesum sambandi er eisini loyvt at leita í verandi loyvisøkjum eins og at fremja útbyggingar av olju- og gassleiðum.

Tað hevur verið ávísur spenningur í luftini rundan um framtíðar kolvetnisleiting við Føroyar, nú nýtt landsstýri tók við, tí  nøkur tingfólk í bæði Javnaðarflokki og Tjóðveldi hava sagt seg vera ímóti framhaldandi oljuleiting.

Nú hetta landsstýrið ikki nevnir oljuleiting í sínum samgonguskjali við einum tí einasta orði, hvat heldur ikki undanfarna landsstýrið gjørdi, hevur tað verið eitt ynski hjá andstøðuni á løgtingi at fáa at vita, hvussu nýggi landsstýrismaðurin í vinnumálum og samgongan hann umboðar fyriheldur seg til júst spurningin um framhaldandi olju- og gassleiting.

Og eftir øllum at døma er hetta málið nakað, sum hevur áhuga fyri mong  av tingfólkunum, nú orðaskiftið seinasta mikudag í sambandi við skrivliga fyrispurningin vardi í knappar tríggjar tímar. Tað er heilt óvanligt fyri ein skrivligan fyrispurning skilst.

Samanumtikið kann sigast, at støðutakanin í politisku skipanini í Føroyum er lítið broytt, síðani tingið nøkur ár herfyri nærum einmælt samtykti 5. útbjóðing, og  til seinastu samgongurnar hava tikið undir við leiting gjøgnum Open Door skipanina. Henda skipanin byggir á somu ásetingar, lógarverk og treytir annars, sum vórðu galdandi í seinastu 5. útbjóðingini. Hetta merkir, at Open Door í høvuðsheitum er tann sama sum seinasta regluliga útbjóðingin. Fyri at fáa leitiloyvi skulu feløg tí  lúka somu treytir sum í 5. útbjóðing.

Taka vit samanum orðaskiftið á tingi til bæði munnliga og skrivliga spurningin, so eru allir flokkar í andstøðini fyri, at tað verður leitað eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini. Hóast landsstýrismaðurin tekur undir við leitingini, so er kortini eitt fátal av tingfólki í samgonguflokkunum ímóti nýggjari leiting ella seta spurnartekin um hana.  

Undir seinastu viðgerðini av spurninginum um oljuleiting søgdu  fleiri samgongutingmenn seg taka undir við framhaldandi leiting. Hesir vóru Bjarni Hammer og Uni Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum, Sólvit Nolsø úr Framsókn og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi. Onnur tingfólk vóru tó ímóti leiting, eitt nú Hervør Pálsdóttir og Liljan Weihe úr Tjóðveldi. 

Niðurstøðan eftir orðaskiftini bæði má tí sigast at vera tann, at tað er stórur meiriluti á tingi fyri framhaldandi leiting. Hesum er landsstýrismaðurin á økinum samdur í. Hann gjørdi tó aftur og aftur greitt undir orðaskiftunum báðum, at grøna orkuskiftið hevur fremstu raðfesting hjá hesi samgonguni og vísti her m.a. til nýggja umhvørvis- og orkumálaráðið undir nýggju landsstýriskvinnuni Ingilín Strøm.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2023

32 Leygardagur 04. mars 2023

Ætla at framleiða eina millión tons av vetni í Hetlandi

Fyristøðufelagið á oljuterminalinum Sullom Voe í Hetlandi, EnQuest, sigur seg nú ætla at framleiða eina millión tons av grønum vetni um árið í framtíðini. Og tað skal lata seg gera við útbyggingunum av vindorkuni í oyggjunum

Olju- og gassterminalurin Sullom Voe í Hetlandi kann gerast miðdepil fyri grønari orkuframleiðslu í framtíðini
SkrivaÐ:

Jan Müller

Vetni, brint ella hydrogen fyllur meira og meira í grøna orkukjakinum eisini her um okkara leiðir. Í grannaoyggjunum Hetlandi hava leingi verið ætlanir frammi um at framleiða vetni í størri mongdum.

Higartil verður vetni framleitt í minni mongdum til brennievni hjá bilum og bussum. Nú ætlar so ein av orkurisunum í Norðsjónum, olju- og gassfelagið EnQuest, sum í dag stendur á odda fyri oljuterminalinum Sullom Voe í Hetlandi, at fara undir framleiðslu av vetni í stórum stíli. Tøl sum ein millión tons av vetni um árið verða nevnd. Hetta fer so at kunna veita brennievni við sera lágum útláti bæði til lokalsamfelagið og til útflutnings til Bretlands, Evropa og onnur lond við skrivar Shetland News.  

[object Object]Olju- og gassvinnan kann gerast ein týðandi og avgerandi "drivari" og viðspælari í royndunum at menna grøna orkuskiftið í eitt nú grannaoyggjunum Hetlandi


Oljufelagið hevur í eina tíð arbeitt við eini ætlan at brúka verandi oljuterminalin í Sullom Voe til nýggjar grønar orkuverkætlanir, sum miðja móti at røkka null útláti.

Hetta sampakkar við ætlanina hjá umfevnandi ORION verkætlanini at gera Hetland til eina “clean energy island”, reina orkuoyggj, sum hevur framleiðslu av vetni í ídnaðarligari útgávu sum sítt høvuðsmál.

Vetni (hydrogen) kann verða framleitt við at brúka vindorku, og framleiðslan er ein týðandi partur av stórum havvindmylnulundum, sum eru ætlaðar at seta upp kring Hetland. 

EnQuest sigur, at tað í løtuni kannar møguleikar at fáa atgongd til orku, sum verður framleidd av vindmyllum bæði á landi og til havs nærhendis Sullom Voe, ið so aftur kunnu framleiða grønt vetni. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Í løtuni er “bert” ein stór vindmylnulund í umbúnað í Hetlandi. Tað er tann hjá Viking Energy á landi í Hetlandi, har 103 vindmyllur skulu setast upp. Hetta arbeiðið er farið í gongd og skulu vindmyllurnar framleiða streym frá 2024. Ætlanin er, at hann bæði skal brúkast í vetnisframleiðsluni eins og til streymveiting til húsarhald í Hetlandi umframt til útflutnings til Skotland. 

Ein elkaðal, sum í løtuni verður lagdur millum Skotland og Hetland, fer at gera hetta møguligt. 

[object Object]

Les meira her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2023

33 Leygardagur 04. mars 2023

Norska Equinor nærkast aftur Føroyum

Hevur júst keypt meirilutan í stóru Rosebank kelduni eystan fyri Føroyar

Rosebank olju- og gasskeldan nærkast útbygging, nú Equinor hevur keypt meirilutan í kelduni. Tað verður tikið sum tekin um, at vit um nøkur ár fara at síggja kolventisframleiðslu skamt frá føroyska markinum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað eru nú nøkur ár síðani, at táverandi Statoil varð eitt hitt mest virkna oljufelagið í sambandi við leiting á føroyska landgrunninum. Vánaligu leitiúrslitini og ein ein sera lágur oljuprísur vóru orsøkin til, at leitifeløgini tóku seg úr aftur Føroyum.

Síðani tá er nógv hent hinumegin markið á bretskum øki. Har eru gjørd stór olju- og gassfund, sum nú eftir øllum at døma verða útbygd til framleiðslu. Bretska stjórnin vil minka um bindingarnar til innflutta orku og sær tí fegin, at orkufeløg gera íløgur í bæði nýggja leiting og útbygging av verandi fundum. 

[object Object]

Og her er norska Equinor eitt av feløgunum, sum hevur í umbúnað at byggja út eina risastóra olju- og gassleið. Tað er Rosebank, sum liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum. 

Í vikuni bórust so tíðindini um, at Equinor hevur keypt kanadiska felagið Suncor, sum eigur stóran part av Rosebank kelduni. Hetta merkir helst, at norska felagið er komið eitt týðandi stig víðari í sínum ætlanum at útbyggja kelduna.

[object Object]Equinor gjørdi herfyri sáttmála um at nútímansgera framleiðsluskipið Petrojarl Knarr, sum skal standa fyri framleiðsluni á Rosebank kelduni, tá hon møguliga verður útbygd. 

Við umrødda keypi ber til at staðfesta, at Statoil í sínum nýggja hami, Equinor, nú aftur nærkast Føroyaleiðunum. Gitt verður, at ein útbygging av eini keldu so tætt við Føroyar, kann verða við til at varpa nýtt ljós á aftur føroyska landgrunnin. Feløg, sum byggja út keldur, leggja seg oftast eftir at leggja undir seg grannaøki, sum møguliga eisini kunnu goyma olju og gass. Verða so goymslur funnar tætt við, í føroyskum øki, kunnu hesar bindast í komandi infrakervið á Rosebank leiðini. 

Equinor hevur goldið nærum 8,5 milliardir krónur fyri allar ognirnar hjá Suncor í bretskum øki og herímillum eisini framleiðandi leiðina Buzzard eystan fyri Aberdeen. Hon er í løtuni tann keldan, sum framleiðir mest á bretska landgrunninum. 

Keypið merkir, at Equinor ætlar at halda fram við at menna ognir sínar í bretskum øki og harvið eisini tætt upp at føroyska markinum. Ein avgerð um útbygging verður tikin í hesum árinum. Hon skal so eisini endaliga góðkennast av bretsku myndugleikunum, sum m.a. seta stór krøv til at minka um útlátið. Í hesum sambandi er Equinor longu í gongd við at kanna møguleikarnar at elektrifisera verandi og komandi pallar. Tað verður mett at kunna minka um útlátið við 70 prosentum.

[object Object]Rosebank og Cambo olju- og gassleiðirnar liggja skamt frá føroyska markinum og eru sannlíkindi fyri, at tær verða útbygdar til framleiðslu. 

Equinor eigur nú 80 prosent av Rosebank, meðan Ithaca Energy eigur 20 prosent. Hetta felagið er fyristøðufelag og høvuðseigari av oljukelduni Cambo, sum eisini liggur tætt við føroyska markið. Arbeitt verður eisini við eini ætlan at útbyggja ta kelduna og fer ein avgerð at verða tikin í hesum árinum eisini. Onkur tekin eru nú til, at henda avgerð møguliga verður útsett orsakað av nýggja eykaskattinum, sum bretska stjórnin hevur álagt oljufeløgum. 

Keypið hjá Equinor fyllur nógv í bretskum orkumiðlum í morgun, tí tað gevur ikki minst stóru bretsku veitaravinnuni vón um, at nú fer lív at koma aftur í olju- og gassvirksemi í Norðsjónum og her serstakliga vestan fyri Hetland. Equinor sigur í eini viðmerking, at felagið metir Norðsjógvin og Atlantsmótið sum eitt av sínum kjarnuøkjum uttan fyri Norra. 

Tað hava annars verið fleiri mótimæli í Bretlandi móti útbyggingini av Rosebank. Fleiri umhvørvisfelagsskapir krevja av bretsku stjórnini, at hon sýtir fyri at góðkenna eina útbygging, sum teir meta gongur beint ímóti altjóða veðurlagspolitikkinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2023

34 Leygardagur 04. mars 2023

Hitachi Energy setir sjóneykuna á Føroyar

Altjóða fyritøkan Hitachi Energy, sum hevur veitt okkum battarískipanina í Suðuroy, setir í hesum døgum sjóneykuna á Føroyar og verkætlanina í Suðuroy við grein og filmi

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Góðu ávegisúrslitini av verkætlanini við vindmyllum, synkronkompensatori og battarískipan hava vakt ans uttanlands, tí hóast Føroyar og serliga Suðuroyggin eru lítil í altjóða høpi, so er skipanin tað, mann kallar 'full scale'.

Tað merkir, at úrslitini frá hesi 'small scale but full scale' verkætlanini eisini eru áhugaverd fyri størri elskipanir.

Hitachi Energy nevnir í filmi sínum Føroyar "A small, but mighty nation leading the world in change" skrivar SEV á síni heimasíðu. 

[object Object]

Sí filmin her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

35 Leygardagur 04. mars 2023

Fyrsti kjarnorkureaktorurin til Bretlands í 30 ár

Nú um dagarnar kom fyrsti kjarnorkureaktorurin í 30 ár til Bretlands

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hann kom til Hinkley C kjarnorkuverkið á einum prámi og síðani á flutningsvogni til staðið, har bygdur verður spildurnýtt kjarnorkuverk. Hetta fer frá 2028 at veita trimum milliónum húsarhaldum streym. Kjarnorkuverkið fer tó at framleiða streym  í 2026.

Tann 500 tons tungi reaktorurin verður tann fyrsti at verða settur upp í Bretlandi síðani fyrst í 90-unum skrivar Mail. Hann er tann fyrri av tveimum, sum fer at veita orku til heimsins størstu turbinur. Reaktorurin kom úr Framatorne í Fraklandi til Avonmouth Docks í Bristol.

Arbeiðið uppá kjarnorkuverkið hevur verið í gongd í sjey ár og eru ikki færri enn 8.500 fólk til arbeiðis. Í Bretlandi eru í dag átta kjarnorkuverk, sum veita 13 prosent av samlaðu elorkuni. Tað hevur annars verið stór mótstøða móti verkinum. Umhvørvisfelagsskapir hava kravt av stjórnini, at hon steðgarbyggingini vegna trygdarvandan og heldur brúka pengarnar til varandi orkuútbyggingar. 

Avtalan um bygging av Hinkley C varð undirskrivað í 2016 undir táverandi stjórnini hjá Theresa May. Fyri byggingini standa bretska EDF og almenna kinverska felagið “China General Nuclear Power Group”. EDF fíggjar tvey triðingar av verkætlanini og kinverska felagið, sum staturin eigur, restina. Samlaði kostnaðurin fyri verkið er 26 milliardir pund. 

[object Object]

Hinkley verður fyrsta kjarnorkuverið, sum verður tikið í brúk í Bretlandi síðani miðskeiðis í 90-unum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2023

36 Leygardagur 04. mars 2023

Innflutningurin av russiskum gassi minkaður við 75 prosentum

Tað er fyrst og fremst stongjanin av Nord Stream leiðingini, sum er orsøkin til, at evorpeiski innflutningurin av gassi úr Russlandi er minkaður so nógv

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta skrivar Søfart sambært Ritzau. Tá verða tær fyrstu sjey vikurnar í ár sammettar við tær sjey fyrstu vikurnar í fjør innan innrásina í Ukraina.  Umframt Nord Stream leiðingina varð gass eisini flutt gjøgnum Yamal leiðingina, sum gongur gjøgnum Póland. Har er eisini stongt fyri gassveitingini.

Gassið úr Russlandi er vorðið avloyst av gassi úr øðrum pørtum av heiminum eitt nú Noregi, USA, Nigeria og Katar. Um somu tíð hava londini í Evropa eisini megnað at økja um sínar egnu gassgoymslur. Orsakað av tí lýggja vetrinum er nógv gass framvegis í hesum alneyðugu goymslunum stendur at lesa í eini greining frá Dansk Industry.

- Tað er gleðiligt, at tað hevur eydnast at økja um innflutningin úr øðrum londum enn Russlandi. Men vit mugu eisini viðganga, at hetta er komið fyri ein sera høgan prís, sigur greinarin hjá tankasmiðjuni Europa, Anders Overvad.

Men hann vísir á, at avleiðingarnar av gassstríðnum við Russland eru ikki av enn. M.a. kunnu vit rokna við einum kaldari vetri og harvið tørvi á meira gassi. Ikki er tí vist, at vit vera eins heppin komandi vetur sum nú.

Heldur ikki skulu vit gloyma, at Evropa fekk eina hjálpandi hond frá Kina, sum stongdi landið vegna korona, og hevði harvið ikki sama tørv á at innflyta gass sum áðrenn.

Og framhaldandi innflytur Evropa gass úr Russlandi. Fer tað at gerast truplari hjá Evropa at fáa gass í hesum árinum er vandi fyri, at Russland heilt fer at steðga restini av gassveitingunum til Evropa sigur hann.

Tí heldur hann, at tað væl kann henda, at Evropa aftur í ár fer at vera í eini truplari støðu, hvat gassveitingini viðvíkur.

- Vit hava vunnið ein barda í orkukrígnum móti Russlandi. Men kríggið stendur við og kann væl koma at vara í fleiri ár aftrat sigur Overvad.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2023

37 Leygardagur 04. mars 2023

Bert ein dýri biðidagur eftir í Danmark

Við triðju viðgerð í Fólkatinginum var stórur meiriluti fyri at avtaka halgidagin, sum hevur 337 ár á baki

Tað verður nevnt mest ópopulera uppskotið hjá nýggju stjørnuni, og mótstøðan móti avtøkuni hevur eisini verið stór
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var einki óvæntað við tí, men talan var tó eina heldur serliga og søguliga løtu, tá Fólkatingið við triðjuviðgerð týsdagin atkvøddi fyri at avtaka dýra biðidag.

Talan er um ein halgidag, sum hevur verið í gildi í 337 ár - síðani 1686. At stjórnin hevur stríðst fyri at fingið hetta ígjøgnum, hevur fingið nógv at ressast við: Fakfeløg, arbeiðsgevarar, aðrar politiskir flokkar, kirkjur og samkomur og nógvarar borgarar annars.

Hetta er ein halgidagur og ein frídagur, ið fer burtur, og stjórnin fekk frá talarastólinum nógvar atfinningar. Í høvuðsstaðnum er tað uppá tal at halda fast í degnum - ein lokal varðveitsla ið hevði veri heilt serlig. Í fakfelagsrørsluni eru tey eisini stúrin í sambandi við avgerðina.

Eitt eyðmerkt í dag var, at so at siga eingin frá stjórnini var á røðarapallinum og vardi uppskotið - heldur ikki ráðharrin við arbeiðsmálum. Sosialdemokratarnir, Vinstri og Moderaterne atkvøddu sum væntað fyri, og eisini Radikali vinstriflokkurin, ið ikki er partur av stjórnini. Samanlagt vóru 95 atkvøður fyri og 68 atkvøður ímóti.

Føroysku fólkatingsumboðini, Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale, atkvøddu blankt, hóast flokkar teirra eru í stjórn. Hetta er í tráð við, at tey ikki vilja blanda seg beinleiðis í donsk viðurskifti. Tað er lítið og einki, sum bendir á, at dýri biðidagur verður avtikin í Føroyum.

Atkvøðurgreiðslan merkir, at seinasti dýri biðidagur í Danmark nakrantíð verður 5. mai í ár. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2023

38 Leygardagur 04. mars 2023

Elon Musk sent russara út í rúmdina

Umframt ein russara telur liðið, sum nú verður sent út til altjóða rúmdarstøðina, tveir amerikanarar og ein frá arabisku emiratunum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kosmonauturin Andreij Valerievich Fediaev er fyrrverandi majorur í russiska flogvápninum. Í morgun varð hann sendur út í rúmdina. Tað SpaceX-felagið hjá Elon Musk, sum syrgdi fyri tí.

Klokkan 05:34 hósmorgunin byrjaði túrurin út í rúmdina fyri russiska kosmonautin. Í toppinum á eini Falcon 9-rakett lá hann og tríggir aðrir rúmdarfarar inni í rúmdarfarinum Dragon Endeavour. Útskjótingin fór fram frá Kennedy Space Center í Florida.

Teir fýra skulu út til altjóða rúmdarstøðina, har teir skulu vera í knapt hálvt ár.

Rúmdarfelagið hjá ríkmanninum Elon Musk, SpaceX, hevur sáttmála við amerikanska rúmdarstovnin, Nasa, um at senda manning út til altjóða rúmdarstøðina. Fleiri feløg vóru við í kappingini um at fáa sáttmálan, men SpaceX vísti seg tøkniliga at vera komin nógv longst, skrivar NRK.

[object Object]
Manningin á farinum, sum nú er á veg út á altjóða rúmdarstøðina, er frá vinstru Andreij Fediaev frá russiska Roscosmos-rúmdarstovninum, amerikanararnir Warren Hoburg og Stephen Bowen frá Nasa og Sultan Alneyadi frá Sameindu arabisku Emiratunum (Mynd: EPA)

Hetta er sætta ferðin í røðini. Fyrsta royndin varð mánakvøldið brotin av, orsaka av tekniskum trupulleikum. Hetta var fyrsta ferðin, at SpaceX mátti bróta eina ætlaða mannaða rakettútskjóting av orsaka av tekniskum avbjóðingum.

Altjóða rúmdarstøðin varð bygd beint eftir, at kalda kríggið millum USA og Russland var av. Russar niðurløgdu sína egnu Mir-støð fyri at miðsavna seg um ta nýggju.

Rúmdarstøðin er í tveimum. Einum russiskum og einum amerikanskum parti. Báðir partar mugu rigga fyri at støðin skal virka.

Nýggjar manningar til støðina verða skotnar upp úr bæði Russlandi og USA. Tað er vanligt, at fleiri ymsar tjóðir eru umboðaðar í manningini. Ein amerikanskur astronautur, sum í løtuni er úti á støðini, varð sendur upp í eini russiskari Sojus rakett. Nú er ein russiskur kosmonautur so skotin upp í eini amerikanskari Dragon.

Andreij Valerievich Fediaev er 42 ára gamal og útbúgvin í flogverjuni. Hann gavst í verjuni í 2012, tá hann gjørdist partur av kosmonaut-liðnum. Nann náddi at gerast majorur, og hevði 500 skrásettar flúgvitímar í ymsum flogførum.

Úti í rúmdarstøðini skal Fediaev búgva í russiska partinum. Manningin umborð hevur atgongd til allar partar á støðini.

Í komandi tíðum verða nógv fólk har úti. Tríggir rúmdarfarar, sum skuldu heim við einum russiskum fari, máttu vera verðandi har úti í eitt hálvt ár eyka, tá leki kom í farið, so tað ikki kundi brúkast av fólki.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

39 Leygardagur 04. mars 2023

Heimsbankin: Skaðar fyri 241 milliardir krónur í Turkalandi

Men enduruppbyggingin kann enda við at kosta tvær ella tríggjar ferðir so nógv

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Jarðskjálvtarnir, sum raktu Turkaland fyrst í fabruar hava kravt nógv mannalív og havt við sær nógvar oyðileggingar.

Sambært Heimsbankanum er talan um materiellar skaðar fyri 34,2 milliardir dollarar, svarandi til 241 milliardir krónur, men enduruppbyggingin kann enda við at kosta tvær ella tríggjar ferðir so nógv.

Jarðskjálvtarnir høvdu eisini við sær nógvar oyðileggingar í Sýria, og fer heimsbankin seinni at koma við einari meting um støðuna í Sýria.

Jarðskjálvtarnir 6. februar, sum máldu ávikavíst 7,8 og 7,5 á Richter-stiganum, hava kravt í minsta lagi 44.300 mannalív í Turkalandi.

Mánadagin var enn ein jarðskjálvti í Turkalandi.

Jarðskjálvtin, sum varðr máldur til yvir fimm á Richter-stiganum, var tó ikki eins ógvusligur og hann, sum rakti Turkaland og Sýria í februar. Hann varð máldur til 7,8.

Í minsta lagi 29 bygningar rapaðu eisini í skjálvtanum, skrivar Reuters.

Økið, sum hesaferð var rakt, er umleið 150 kilometrar í ein útnyrðing frá økinum, sum varð rakt av skjálvtanum 6. februar. Síðani hava fleiri eftirskjálvtar eisini verið, harav ein var nærum líka ógvusligur, sum tann fyrsti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2023

40 Leygardagur 04. mars 2023

- Fótbólturin í Føroyum lyftir seg fyri hvørt ár

Hetta sigur 33-ára gamli Uros Stojanov, sum nú fer í gongd við sítt fjórða kappingarár í Føroyum. Nú er tað 07 Vestur, ið serbin skal royna at skjóta yvir tíggju mál fyri, og málið hjá liðnum skal fyrst og fremst vera at fáa fleiri stig enn í fjør. Fyrsta uppgáva hjá 07 er ÍF, ið Uros hevur eitt serstakt samband við

- Mær dámar inntensitetin í spælinum her, sigur málfarligi maðurin, sum á ein hátt skal avloysa Mads Borchers. Uros Stojanov heldur, at 07 Vestur í ár fer at vísa, at liðið kann spæla á ymsan hátt og leggja trýst á mótsstøðuliðini (Mynd: 07 Vestur)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í dag fer Betrideildini 2023 av bakkastokki, tá 07 Vestur tekur ímóti ÍF á Dungasandi í Sørvági.

Í 07 Vestur-hópinum eru nakrar broytingar, og í álopinum er talan um eina eyðsýnda og áhugaverda broyting. Royndi Uros Stojanov er komin til Vágarnar sum eitt slag av avloysara fyri Mads Borchers, ið HB hevur fingið fatur á. Júst ÍF seldi serban til B36  á summri 2021 eftir 24 mál fyri felagið uppá eitt og eitt hálvt kappingarár. Portalurin hevur spurt Uros Stojanov, hví hann í 2023 spælir fyri júst 07 Vestur.

Uros greiðir frá, at stutt eftir at høvuðsvenjarin Michael Schjønberg setti seg í samband við hann í vetur, var ein avtala komin í lag millum serban og 07 Vestur, og at hann fegnast um at vera partur av hesum felagnum. Royndi áleyparin sær stórar møguleikar í liðnum, ið hann heldur kann spæla uppá ymiskar mátar. tó slær hann fast, at tað í fyrstu syftu er umráðandi at halda fast í høvuðsmálinum og fara eftir tí:

- Fyrst av øllum skulu vit royna at fáa fleiri stig, enn liðið hevði síðsta ár (29, red.). Eftir hetta kunnu vit seta okkum hægri mál, men fyri fyrst er tað hetta. Eg haldi, at 07 Vestur megnar at spæla fótbólt við at halda bóltinum niðri á jørðini við styttri alveringum, men eisini meira beinleiðis við longum sendingum. Tað verður helst talan um eina blanding av hesum báðum, og so fara tit eisini at síggja okkum leggja nógv trýst á okkara mótstøðulið

Í mun til sítt persónliga mál, so nevnir Uros Stojanov at hann vil koma upp um tíggju mál. Hetta hevur hann higartil megnað øll árini í føroyskum fótbólti. Í 2020: 17 mál (ÍF), í 2021: 10 mál, harav eitt í steypakappingini (ÍF/B36) Í 2022: 11 mál (B36/Skála) 

[object Object]
Uros, við nakað styttri hári enn vit hava sæð hann seinastu tvey árini, eftir avgerandi mál í Sarpugerði fyri ÍF í 2020. Eitt av 38 málum í 76 dystum í føroyskum fótbólti hjá serbanum (Mynd: Jens Kr. Vang - Tøl: Faroesoccer)

[object Object]
Uros í nýggja búna sínum. Serbin sigur við Portalin, at tað gekk skjótt at fáa avtalu í lag millum partarnar (Mynd: 07 Vestur)

Hann hevur roynt at spælt við trimum ymiskum feløgum seinastu árini, og hevur merkt føroyskan fótbólt á sín kropp síðani í 2020. Uros Stojanov er eisini greiður, tá vit spyrja hann, hvussu hann upplivir, at føroyskur fótbóltur mennist: Fet verða allatíð tikin frameftir, eitt evropeiskt bólkaspæl við føroyskari luttøku er ávegis, og talan er um eina deild við skjótum og fysisikum fótbólti:  

- Eg haldi at fótbólturin her lyftir seg støði fyri hvørt ár - fet fyri fet frameftir. Eftir mínum tykki er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn eitt føroyskt lið røkkir einum evropeiskum bólkaspæli, tað er vist, at føroyskur hevur tað uppiborið. Fyri meg sum útlending var tað ikki lætt at laga meg eftir fótbóltinum her.

- Tað er skjótur fótbóltur við nógvum nærdystum; sanniliga skandinaviskur/norðurlendskur fótbóltur. Men mær dámar tað: Mær dámar inntensitetin og ovurhugan, sum allir spælararnir í Føroyum hava.

Tað var ÍF, sum upprunaliga gav Uros møguleikan at royna seg í Føroyum. Hetta eydnaðist væl fyri báðar partar í 2020, og nú 33-ára gamli serbin fyri fyrstu ferð skal spæla almennan dyst fyri 07 Vestur, so skal hann eisini spæla ímóti sínum gamla felagi úr Fuglafirði fyri fyrstu ferð. 

- Sjálvandi vera tað summar kenslur áðrenn dystin, men eftir fyrsta bríksl so er bert fokus á dystin, og so verður einki hugsað um tað. ÍF fer tó altíð at vera eitt serligt felag fyri meg. Eg hevði eitt sera gott kappingarár har í 2020 við Hans Jørgeni Djurhuus og Ólavi Larsen sum venjarum, har eg eisini gjørdist toppskjútti og kom á ársins lið. Hetta fari eg ongantíð at gloyma, men nú spæli eg fyri 07 Vestur, og leygardagin fari at geva alt fyri at vera við til at tryggja 07 sigurin

Uppgerðin millum Uros og hansara gamla felag byrjar klokkan 17 í dag.

-------------------------------

Uros um at avloysa Mads Borchers sum fyrsti áleypari hjá 07 Vestur:

- Mads var sjálvandi ein umráðandi spælari fyri 07 Vestur í fjør. Hann hevði eitt gott kappingarár, og eg haldi, at eg eisini kann hjálpa 07 við málum og góðum avrikum. Eg havi sjálvsálit, og ivisti heldur ikki í at liðið fer at avrika og hava eitt gott ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2023

41 Leygardagur 04. mars 2023

- Byrjaðu at arbeiða fram ímóti Betrideildini frá byrjan í fjør

Aleksandar Jovevic sigur, at ÍF skal hava ís í búkinum, líkamikið hvussu byrjanin verður. Fysisika støðið verður ein spennandi avbjóðing, men teir trúgva uppá tingini í hópinum, staðfestir serbin, sum hevur búð í Fuglafirði í 17 ár

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

ÍF er aftur í Betrideildini. Liðið vann 1. deild í fjør og tryggjaði sær harvið, at steðgurin í næstbestu deildini bert gjørdist eitt ár. Nakarir heilt royndir spælarar vóru, men annars var liðið rættiliga ungt, og á odda stóð serbin Aleksandar Jovevic.

Hann hevur búð í Føroyum og verið í føroyskum fótbólti í tjúgu ár. Síðani 2006 hevur "Alex" búð í Fuglafirði og skilur og tosar føroyskt. Hann var við sum spælari, tá ÍF fekk fleiri silvurheiðursmerki í hús, var høvuðsvenjari í 2015, áðrenn hann tók við hjá KÍ-kvinnunum. Hann hevur eisini vant vant 1. deild og U21 hjá HB og verið hjálparvenjari hjá B68 í trý ár. 

Saman við Øssuri Hansen fekk hann B68 upp og liðið helt sær uppi - í báðum førum ógvuliga óvæntað. Aleksandar Jovevic hevur harvið roynt hetta og sigur við Portalin, at tað var umráðandi fyri hann at á ymsan hátt fyrireika liðið til Betrideildina longu í fjør, hóast teir í Fuglafirði á ongan hátt tók uppflytingina fyri givið: 

- Vit byrjaðu at arbeiða fram ímóti Betrideildini frá byrjan í fjør og venja og arbeiða sum um, vit vóru í Betrideildini. Hetta var ikki tí, at vit vóru vísir í at flyta upp, men fyri at vera so væl fyri sum gjørligt og vera til reiðar til avbjóðingina, tá hon kemur. 

Í mun til at taka stigið upp, so eru ymiskar avbjóðingar. Hetta viðurkennir venjarin, ið tó er bjartskygur:

- Fysiski parturin kann avgjørt verða ein avbjóðing, tí at munurin á deildunum er so mikið stórur, og tí vit hava fleiri spælarar, sum hava skulað vant seg við at venja gróthart fysiskt av álvara fyri fyrstu ferð. Nú hava vit fingið eitt ordligt fitnessrúm, og ein fysisikan venjara fyri fyrstu ferð. Vit føla okkum klárar, og vísir í at viljin kann flyta nógv. [object Object]Hópurin hjá ÍF, 2023 (Mynd: Ítróttarfelag Fuglafjarðar)

ÍF hevur hildið fast í hópinum, sum tryggjaði felagnum uppflytingina og fingið málverjan Jákup Nolsøe Olsen aftur, umframt fýra útlendskar spælarar. 45-ára gamli venjarin setur soleiðis orð á hóp sín:

- Talan er um eina blanding av ungum lokalum spælarum og heilt royndum spælrum, kryddað við teimum nýggju útlendsku spælarunum. Teir hava allir góðan fótbóltsaldur, og vit hava manglað spælarar í júst hasum miðaldrinum. Tað er eitt gott huglag á liðnum, og vit hava ein góðan lið- og stríðsanda. Vit vita eisini, at tað er neyðugt at stríðast hart sum eitt lið fyri at fáa úrslit. So koma einstaku spælararnir eisini til sín rætt og mennast - millum annað teir ungu lokalu spælararnir.

Tað er enn heldur óvist, um teir tríggir suðuramerikansku spælararnir fáa loyvini uppá pláss áðrenn fyrsta dystin í dag. Danin Ruben Møller Nielsen er darvaður av skaða í knænum, sum heldur honum úti í hvussu er tveir teir fyrstu dystirnar.

Júst fyrstu fýra dystirnir síggja út sum lykladystir hjá ÍF: 07 Vestur (ú), EB/Streymur (h), TB (ú) AB (H). Uppflytararnir skulu helst skava nøkur stig saman her, men venjarin hyggur eitt sindur øðrvísi uppá støðuna: 

- Vit eru noyddir at hyggja eftir tí dyst fyri dyst. Ein góð byrjan kann merkja nógv, men kappingarárið er 27 dystir, og vit skulu hyggja ein dyst fram. Um vit hava rætt fokus og arbeiða hart, so koma úrslitini. Í 2021 byrjaðu vit í B68 ikki væl, hvat stigum viðvíkur, meðan ÍF, sum seinni flutti niður, byrjaði væl. B68 var tó væl við í nógvum dystum, og seinni í kapping komu stigini. Líkamikið hvussu fyrstu dystirnir ganga, so skulu vit altíð trúgva uppá at vinna næsta dystin

Hvussu er so við fyrstu uppgávuni?: 

- 07 Vestur hevur stabiliserað seg í deildini, og hevur ein góðan hóp. Vit hava virðing fyri teimum, og teir mugu metast sum favorittar, men vit fara har og trúgva avgjørt uppá at fáa stig. Tað er umráðandi, at spælararnir hava positivt energi í kroppinum og eru spentir á rættan hátt, tá teir spæla dystin ístaðin fyri at stressa. 

Fyrsta bríksl í Sørvági verður klokkan 17 í dag Talan er um allarfyrsta dystin í Betrideildini 2023. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2023

42 Leygardagur 04. mars 2023

07 Vestur og ÍF leggja fyri í dag

Fyrsta bríksl í Sørvági verður klokkan 17. Hinir fýra dystirnir í 1. umfari byrja sunnudagin klokkan 15

07 Vestur hevur fingið støðufesti í Betrideildini, og vágamenn skulu nú royna at byggja uppá. Uppflytari vitjar á Dungasandi í dag (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sunnudagin varð stórsteypadysturin spældur á Tórsvølli. Hetta var almenna startskotið til kappingarárið 2023 - nú um vikuskiftið verður spælt um stig.

Byrjað verður har vesturi. Ein dystur er lagdur leygardagin 4. februar.

Tað er kanska heldur óheppið, at tað er júst hendan dagin, at 07 Vestur skal spæla sín fyrsta heimadyst. Hetta tí at SÍ er í steypafinaluni hjá bæði kvinnum og monnum í flogbólti, og finalurnar í høvuðsstaðnum eru samstundis sum dysturin á Dungasandi.

Hinvegin kemur størri fokus á ein áhugaverdan dyst, har eitt 07 Vestur lið við nýggju profilunum Magnusi Holm Jacobsen og Uros Stojanov og spennandi unga vonginum Jóhann Hanssyni Joensen, umframt øðrum ungum, dugnaligum spælarum tekur ímóti einum uppflytara.

Hjá ÍF er í løtuni stórt ivamál, um nakar av nýggju útlendsku spælarunum fær verið við, av tí at pappírarbeiði ikki er komið uppá pláss, og danin Ruben Møller Nielsen er skaddur. Nakrir ungir spælarar verða í øllum førum kastaðir fyri leyvurnar, nú fuglfirðingar aftur skulu stríðast í fremstu røð.

[object Object]
Gøtumaðurin Elias Lervig hevur tvey tey seinastu árunum verið partur av ÍF-liðnum, og er hann ein av meira royndu føroysku spælarunum á liðnum hjá Aleksandar Jovevic. Leygardagin gongur leiðin hjá teimum til Sørvágs (Mynd: Sverri Egholm)

Sunnudagin eru fýra dystir á skránni, og byrja allir tað klassiska tíðspunktið: Klokkan 15.00.

Størsti spenningur er á pappírinum um dystirnar í Sarpugerði og í Hólmanum - EB/Streymur spælir í ár sínari heimadystir á Eiði. Har er longu talan um eina møguliga lyklauppgerð, tí AB vitjar. Tað er tað eisini í Sarpugerði, tí B36 vil blanda seg millum tey allarfremstu, og Víkingur hevur helst ikki ráð at missa ov nógv stig í oddastríðnum.

HB hevur styrkt seg í vetur og er á sum so stórfavorittur móti B68, men Jákup á Borg og hansara menn fara so ikki í Gundadal at leggja seg niður. Spennandi verður at síggja, um teir megna at tálma monnum sum Mikkel Dahl, Mads Borchers og Adrian Rúnasson Justinussen.

TB fer ein sannan elddóp í sínari afturvendan til Betrideildina: Aldursforsetin vitjar tvífaldu føroyameistararnar, sum partvíst eru í nýggjum hami, við Djúpumýru. Á pappírinum eigur ikki at vera ivi um, hvar stigini fara í hesum dystinum.

Betrideildin menn 2023, 1. umfar
Leygardagin 04. mars

17.00: 07 Vestur  - ÍF

Sunnudagin 05. mars
15.00: 
Víkingur - B36
HB - B68 
EB/Streymur - AB (Eiði)
KÍ - TB

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2023

43 Leygardagur 04. mars 2023

Sabala er nú B36'ari

B36 hevur kunngjørt sín nýggja áleypara. 28-ára gamli Valerijs Sabala skoraði í fjør sjey mál í 453 minuttum í Betrideildini, og gjørdist føroyameistari við KÍ. Hann hevur spælt 53 landsdystir fyri Lettland

Valerijs Sabala skoraði sjey mál í Betrideildini fyri KÍ í fjør - her í dysti móti 07 Vestur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B36 hevur í vetur leitað eftir einum nýggjum áleypara. Uros Stojanov fór úr felagnum síðsta summar, Brian Jakobsen heldur eftir øllum at døma ikki fram, og harvið hevur eingin "9'ari" hevur verið í hópinum - fyrrenn nú.

B36 hevur verið í samráðingum við Valerijs Sabala síðstu vikuna ella so, og nú er ein sáttmáli komin burturúr.

Lettiski áleyparin kom til Klaksvíkar um hesa tíðina í fjør. Hann var ongantíð fastur maður hjá føroyameistarunum, men gjørdi tað í stóran mun væl, tá hann spældi og var effektivur: Sjey mál komu burturúr í 18 dystum í Betrideildini hjá tekniskt sterka og góða avsluttaranum, sum áður millum annað hevur verið seldur til Club Brügge og toppskjútti í næstbestu deildini í Polandi.

Sabala skoraði eisini seks mál í tveimum dystum í 1. deild, sambært FaroeSoccer, og 28-ára gamli áleyparin royndi seg eisini í Evropa fyri KÍ.

Partarnir samdust um ikki at halda fram við samstarvinum, men fleiri føroysk lið hava ligið framvið í vetur, og nú er greitt, at maðurin við 53 landsdystum og 12 málum fyri Lettland verður at síggja í hvítum í ár.

Fyrsta uppgávan hjá B36 er í Sarpugerði móti Víkingi, sunnudagin klokkan 15. Tað er ikki vist, at arbeiðs-og spælaraloyvini hjá Valerijs Sabala koma upp á pláss til fyrsta dystin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2023

44 Leygardagur 04. mars 2023

Norskur áleypari á veg til KÍ

23-ára gamli Sivert Gussiås hevur spælt 67 dystir í norsku deildini síðani 2020, men seinastu tvey árini hevur tað mest verið sum innskiftari

Sivert Gussiås hevur royndir á høgum støði í Noregi og skal styrkja um álopið hjá føroyameistarunum
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hevur í eina tíð ljóðað, at KÍ skal hava fatur á tveimum spælarum afturat til hópin. Sunnudagin staðfesti Magne Hoseth eisini í samrøðu við Portalin, at breiðkast skal um hópin, og at okkurt var ávegis.

Í gjár frættist so, at ein leikari á veg. Norski miðilin rbnett.no skrivaði, at talan er um áleypara, ið skal leggjast afturat vandamikla lokala málskjúttanum og arbeiðsgrevinum Páll Klettskarð. 

Sivert Gussiås hevur seinastu trý árini spælt fyri Sandefjord í Eliteserien. Fyrsta árið var áleyparin rímiliga fastur maður og skoraði sjey mál í 30 dystum. Í 2021 og 2022 hevur hann verið innskiftari, og bert skorað eitt mál í bestu deildini.

Gussiås hevur eina fortíð og í ungdómsdeildini og á eykaliðnum hjá Molde saman við hjálparvenjaranum hjá KÍ, Daniel Beg Hestad. Í 2019 leigaði Molde hann út til Strømmen í næstbestu deildini, har áleyparin, sum er 183 sentimetrar høgur, skoraði 12 mál í 27 dystum.

Nú var hann sáttmálaleysur og Hestad og Hoseth hava fingið fatur á honum.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2023

45 Leygardagur 04. mars 2023

Svenskur styrkur til HB-miðvøllin

– HB er størsta felagið í Føroyum og vil vinna, júst sum eg. Soleiðis sigur 31-ára gamli Emil Berger við hb.fo, í samband við at hann hevur skrivað eitt-árs sáttmála í Gundadali

Emil Berger saman við nýggja venjara sínum, Dalibor Savic. Hann sigur seg verða komnan til eitt abitiøst felag, og hevur hann eisini høg mál í HB, ið sviin hevur skrivað eitt-árs sáttmála við (Mynd: hb.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Seinastu brikkarnir í putlispælinum til komandi kappingarárið eru við at fella uppá pláss, og til at styrkja um miðvøllin er komin sviin, Emil Berger.

Soleiðis skrivar Havnar Bóltfelag á heimasíðu sínari. Sáttmáli varð undirskrivaður við svian farna vikuskifti, og hann verður harvið aftur liðfelagið við Mikkel Dahl. Tað var í Leiknir, har hann hevur spælt tvey tey seinastu árini, at 31-ára gamli Berger fyrstu ferð veruliga hoyrdi um HB og føroyskan fótbólt:

- Satt at siga, so kendi eg ikki so nógv til Føroyar, áðrenn eg fór til Íslands at spæla. Men hesi bæði árini havi eg hoyrt nógv positivt um landið, og ikki minst um HB, har Mikkel og Binni hava tosað ógvuliga positivt um teirra upplivingar

Binni er Brynjar Hlödversson, sum í 2018 og 2019 vann eitt FM og eitt steypagull, tá hann var at finna á miðvøllinum hjá HB. Nú skal Emil Berger royna seg har. Fyri hb.fo lýsir hann seg sjálvan sum ein hart arbeiðandi miðvallara, sum vil gera alt fyri at vinna. Og júst tað at vinna, er nakað sum hann hevur ætlanir um í HB. 

– HB er størsta felagið í Føroyum. Felagið er ambitiøst, og vil vinna. Júst sum eg. So møguleikin at koma til eitt nýtt og spennandi land, í einum stórum og ambitiøsum felag, var nakað sum lokkaði meg hendanvegin. Fyri meg og unnustuna er hetta eitt ævintýr, men eg eri fyrst og fremst komin fyri at spæla fótbólt og vinna. 

Evropeiskir dystir ein gularót - royndirnar kunnu hjálpa

Emil Berger hevur spælt við fleiri svenskum feløgum - millum annað einum fyrrverandi felag hjá venjaranum Dalibor Savic, Dalkurd. Hann er skrásettur fyri 25 dystir í Allsvenskan, 51 í næstbestu deildini og útvið 90 í triðbestu deildini í heimlandinum. Seinastu árini hevur hann spælt fast í bestu íslendsku deildini: 52 dystir, seks mál og seks upplegg er tað blivið til fyri Leiknir. 

Nú er hann til reiðar at royna nakað nýtt og at vera við at flyta ambitiøsa felagið: 

– Hetta verður spennandi. Tað tykist ógvuliga professionelt, og vónandi kann eg vera við til at flyta felagið, og gera mítt íkast til at vit fara at berjast um steypini. Eg og felagið hava somu ambitiónir, har vit alla tíðina vilja gerast enn betri, sigur Emil við hb.fo.

Uppgávan í Conference League lokkar eisini: 

– Europeiska avbjóðingin er eisini spennandi. Eg havi ikki spælt europeiskar dystir síðani 2011, tá eg var í Örebro. So tað verður spennandi at royna aftur. 

Talan verður um elsta mannin í hópinum. Hann vil tó framvegis læra - og læra frá sær:

– Tað sigur seg sjálvt, at eg sum 31-ára gamal komi við royndum. Men tað er ikki soleiðis, at eg eri liðugur sum fótbóltspælari. Tvørturímóti. Eg læri enn, og eri enn líka hugaður at læra, sum tá eg var ungur. Og mær dámar líka væl at spæla fótbólt, sum tá eg var 20 ár. Nú komi eg til eitt heilt nýtt land, eitt nýtt felag og nýggjar liðfelagar, sum fara at geva mær nýggjan íblástur. Men sum ein av teimum royndu, so taki eisini ábyrgd á vøllinum. Eg eri ikki hann, sum rópar harðast, men stýri heldur við at vegleiða mínar viðleikarar, sigur Emil at enda. 

Sáttmálin við Emil er galdandi fyri kappingarárið 2023. Fyrsta uppgávan hjá HB, sum eisini hevur fingið Viljorm Davidsen, Mads Borchers, Mikkel Dahl, Mathias Præst Nielsen og Samuel Chukwudi í hópin, er á heimavølli móti B68 í morgin klokkan 15.






Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2023

46 Leygardagur 04. mars 2023

AB hevur funnið sín áleypara

31-ára gamli sterki strandingurin skal í 2023 royna at skora neyðugu málini á Argjum. Brian Jakobsen hevur seinastu fýra árini spælt við B36 og hevur samanlagt yvir 150 dystir í fremstu røð í Føroyum

Brian Jakobsen skoraði í fjør 10 mál fyri B36 og vísti seg millum annað væl fram í Conference League-dysti móti danska Viborg (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrr í vetur gjørdi Argja Bóltfelag avtalu við kanadiska áleyparin Aramis Kouzine, ið kom úr donskum fótbólti. Hann fer tó sum skilst ikki at spæla nakran almennan dyst fyri felagið, tí sambandið í vikuni er sagt upp - hetta orsakað av persónligum trupulleikum/viðurskiftum hjá spælaranum.

Hóskvøldið kundi AB kunngerða ein nýggjan áleypara; ein sum væl og virðiliga er vanur við føroyskan fótbólt og føroysk viðurskifti.

Nú 31-ára gamli Brian Jakobsen spældi við barndómsfelagnum Skála til og við 2018. Júst hetta kappingarárið var tað besta í mun til mál hjá honum í Betrideildini: Hann skoraði 10 mál í 23 dystum, sambært Faroesoccer. 

B36 fekk fatur á honum eftir hetta kappingarárið, men hóast eina góða byrjan hevur tað verið eitt sindur "start-stopp" hjá Briani í B36; orsakað av skaðum og øðrum viðurskiftum. Í 2022 skoraði strandingurin tó samanlagt tíggju mál og vísti hann seg millum annað væl fram í evropeiskum dystum.

[object Object]
Í 2019 skoraði áleyparin níggju ferð fyri sítt nýggja felag, ið endaði á 2. plássið í Betrideildini (Mynd: Jens Kr. Vang)


[object Object]
Brian Jakobsen í nýggja búna sínum (Mynd: Argja Bóltfelag)

Partarnir hava tó ikki gjørt nýggjan sáttmála í vetur, og nú er greitt, at nýggi heimavøllurin hjá Briani verður inni í Vika á Argjum. AB skrivar á heimasíðu sínari, at partarnir eru komnir ásamt um sáttmála, sum er galdandi fyri hetta kappingarárið.

Brian Jakobsen er kent navn í føroyskum fótbólti. Stóri og sterki framherjin, ið er blivin 31 ára gamal, er uppvaksin á Skála, men hevur síðani 2019 spælt við B36. Brian hevur spælt 152 dystir í Betrideildini, har hann hevur skorað 45 mál, so talan er um ein leikara við nógvum royndum úr bestu mansdeildini. Nú verður tað so á Argjum og í ljósabláu AB-blusuni, at Brian skal finna málið.

Áleyparin hevur eisini ofta funnið veg til málið, tá hann hevur spælt í 1. deild. Har hevur strandingurin sambært FaroeSoccer 93 mál í 118 dystum - millum annað skoraði hann 32 í 2015. Hann er eisini kendur fyri at vera ein sterkur spælari: Í luftini og í mun til at halda uppá bóltin/halda mótstøðuspælarum burtur. 

Fyrsta uppgávan hjá AB, ið endaði nummar átta við 29 stigum í fjør, er á útivølli móti EB/Streymi sunnudagin klokkan 15.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2023

47 Leygardagur 04. mars 2023

AB gjørt sáttmála við íslending

24 ára gamli Viktor Helgi Benediktsson hevur seinastu árini spælt í USA, men hevur eisini royndir úr næstbestu íslendsku deildini. Umframt tað hevur hann spælt 16 ungdómslandsdystir

Viktor Helgi vísti seg væl fram í venjingardysti móti B36 farna vikuskiftið (Mynd: Argja Bóltfelag)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Argja Bóltfelag kunngjørdi í vikuni sín nýggjasta spælara. Talan er um 24 ára gamla íslendingin, Viktor Helga Benediktsson. Hann vísti sínar dygdir í venjingardysti móti B36 leygardagin:

- Viktor kom til landið í farnu viku og spældi við í venjingardystinum ímóti B36 farna vikuskiftið. Har vísti hann seg somikið væl fram, at AB hevur valt at binda Viktor til felagið fyri kappingarárið 2023.

Hetta skrivar heimasíðan hjá AB, ið skrivar víðari, at íslendingurin kann spæla bæði í miðverjuni og á mitt á miðuni. Hagtøl vísa, at Benediktsson hevur spælt meira á miðvøllinum, tá hann var í heimligum fótbólti - Í universitetsfótbólti í USA  hevur hann eisini spælt í miðverjuni.

Viktor Helgi Benediktsson hevur síðani 2019 gingið á hægri læristovninum Villanova University, har hann hevur spælt við skúlaliðnum Villanova Wildcats við síðuna av lesnaðinum.

[object Object]

Nú vendir hann aftur til Evropa. Nýggi AB-spælarin hevur royndir úr næstbestu íslendsku deildini, har hann sambært Transfermarket samanlagt hevur spælt 38 dystir við HK Kópavogs og ÍA Akranesi. Viktor Helgi spældi eisini fyri Stord IL í lægri deild í Noregi eitt stutt skifti. 

Eisini hevur hann royndir á íslendskum ungdómslandsliðum, har hann hevur spælt ávikavist 9 dystir við U17-landsliðnum og 7 dystir á U19-landsliðnum, vísa bæði Transfermarket og heimasíðan hjá AB á. Sum ungdómsspælari var hann partur av hópinum hjá FH í Hafnafirði, og vandi hann harvið regluliga saman við Gunnari Nielsen og eisini Sonna Ragnar Nattestad. 

Nýggi spælarin verður møguliga tøkur til 1. umfar. AB skal í dag spæla móti 07 Vesturi í Sørvági.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

48 Leygardagur 04. mars 2023

Salmundur og John Villi hava skrivað undir við TB

Tveir miðvallarar í góðum aldri venda aftur til Suðuroynna at spæla. Teir hava samanlagt spælt næstan 200 dystir í Betrideildini

John Villi Leo trýstir Alta Gregersen í dysti í 2020 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Flestu fólk sum í hesum døgum tippa - ella gita/meta um - Betrideildina 2023 hava TB sum ein greiðan niðurflytara. Aldursforsetin í føroyskum fótbólti endaði á 3. plássi í 1. deild. Hettta tryggjaði uppflyting, men avrikið var samanlagt ikki so sannførandi, at væntað verður nógv av TB í ár.

Tað hoyrir eisini við til søguna, at suvereni toppskjúttin í fjør, danski Mikkel Blåholm, ikki heldur fram, og at samstarvið við venjaran brádliga støðgaði fyrr í mánaðinum. Sum skilst var ikki semja millum danan Dan Jensen og nevndina í felagnum, á hvønn hátt íløgur skuldu gerast í hópin.

Sambært bolt.fo verður Zoran Pavlovic nýggjur høvuðsvenjari hjá TB. Seinastu dagarnar er tað vorðið greitt, at serbin fær tveir spælarar at ráða yvir, ið veruliga kunnu styrkja hópin.

Annar teirra spældi undir Zorani í 2019. 25-ára gamli John Villi Leo er uppvaksin í Vági og í FC Suðuroy/VB, men er hálvur tvøramaður og spældi við TB/FCS/Royn í 2017 og 2018 og síðani við TB í 2019 og í fyrru hálvu í bæði 2020 og 2021.

Síðani hevur John Villi verið í Aalborg í arbeiðsørindum, men TB kunngjørdi mánadagin, at hann er aftur. 

Miðvallarin hevur spælt 94 dystir í Betrideildini, umframt ellivu í kappingini um Løgmanssteypið sambært Faroesoccer.

[object Object]
John Villi Leo í dysti móti Víkingi í 2020 (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Salmundur Bech í dysti fyri TB/FCS/Royn í 2018 (Mynd: Sverri Egholm)

Sáttmáli er eisini komin uppá pláss við Salmund Bech. Hann er úr Porkeri, og hevur, eins og John Villi, havt sín fótbóltsuppvøkstur í Vági. Í 2016 kom orkuríki miðvallarin til TB, og spældi síðani tvey ár við felagsliðnum, har hann serliga í 2018 vísti seg væl fram. Stórur áhugi var fyri honum frá feløgm norðanfyri, men ein álvarsamur knæskaði oyðilegi kappingarárið 2019 hjá honum.

Í 2020 spældi Salmundur 24 dystir undir Glenn Ståhl í NSÍ, áðrenn leiðin gekk aftur til FC Suðuroy í 2021. Eftir at hava spælt á lægri støði í 2021 gjørdi Salmundur Bech sáttmála við EB/Streym síðsta vetur, men hann var ógvuliga óheppin og fekk álvarsaman skaða í høvdið í venjingardysti, sum gjørdi, at hann ongantíð kom í dyst í fjør.

Nú er hann tøkur aftur og skal royna at hjálpa TB. 27-ára gamli porkeningurin er á FaroeSoccer skrásettur fyri 100 dystir í Betrideildini og tíggju í kappingini um Løgmanssteypið.

Kappingarárið hjá TB byrjar í Klaksvík móti tvífaldu føroyameistarunum sunnudagin. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2023

49 Leygardagur 04. mars 2023

KÍ endurvann stórsteypið eftir brotssparkskapping

Føroyameistararnir vóru í undirtali í 55 minuttir, men hildu Víkingi frá at skora í vanligu leiktíðini og vóru síðani kaldari úr ellivu metrum enn víkingarnir í kuldanum á Tórsvølli

Varaliðformaðurin Páll Andrasson Klettskarð tók ímóti steypinum - Jákup B. Andreasen var ikki tøkur til stórsteypadystin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Almenna startskotið til fótbóltsárið hjá monnum var á Tórsvølli sunnudagin, tá Eiler Rasmussen bríkslaði stórsteypadystin millum føroyameistararnar úr KÍ og steypavinnararnar Víking í gongd. 

Dómaratoymið kom nakað í fokus í fyrra hálvleiki, tá fyrst eitt mál hjá KÍ varð kolldømt, og tá Vegard Forren síðani varð rikin av vølli í samband við eitt rok í KÍ-brotsteignum, har Olaf Bárðarsson hjá Víkingi varð innblandaður. 

[object Object]
Nýggi norski miðverjin hjá KÍ er royndur, men varð revsaður tá hann reageraði ov ógvusliga (Mynd: Sverri Egholm)

Reyða kortið fall tíggju minuttir fyri hálvleik. Harvið snúði tað seg mest um at verja hjá KÍ restina av dystinum, og tað gjørdu teir í bláum í stóran mun heilt væl, hóast nakrar spentar støður vóru í samband við millum annað innlegg. Innskifti Aron Jarnskor Ellingsgaard var í yvirtíðini heilt nær við, tá hann royndi seg av brotsteigarmarkinum, men annars skapti Víkingur ikki so nógv í yvirtali, og nakað av tempo og rútmu tyktiskt at mangla í spælinum.

KÍ hevði í roynd og veru fleiri stórar málmøguleikar. Árni Frederiksberg gjørdist ein móti einum við Bárði á Reynatrøð, eftir at bólturin heldur tilvildarliga endaði hjá honum, men hann valdi at royna at reka framvið heldur enn at skjóta, og tað eydnaðist ikki.

Páll Klettskarð hevði tveir stórar málmøguleikar, men KÍ-liðformaðurin á degnum megnaði akkurat ikki at stýra einum hornasparki frá Árna í málið við høvdinum, og tá Patrick Da Silva fann hann við innleggi til aftaru stong seint í dystinum, kom Aron Ellingsgaard fyri skotið í evstu løtu.

[object Object]
Nýggi høvuðsvenjarin hjá KÍ, Magne Hoseth, kundi vera nøgdur við at KÍ-liðið var vælskipað í verjustøðu (Mynd: Sverri Egholm)

Einki mál kom í vanligu leiktíðini, og so varð farið beinleiðis til brotssparkskapping. Nýggi KÍ-málverin úr Noregi bjargaði skoti nummar tvey hjá Víkingi, men Bárður á Reynatrøð vísti síni kynstur, tá norski Luc Kassi skeyt skot nummar fimm. So varð neyðugt við eyka skotum, og har skoraðu tveir ungir mans hjá KÍ, umframt Gunnar Vatnhamar, áðrenn Markus Petterson aftur bjargaði, og so var avgjørt.

Stórsteypið fór sostatt norður til Klaksvíkar annað árið á rað. Talan var um ein lítlan mentalan sigur hjá KÍ, sum í undirtali vísti eina ávísa styrki. Samanlagt fimm lokalir ungir spælarar vóru á vøllinum - tveir frá byrjan og so tveir í miðverjuni saman seinna helming av seinna hálvleiki. Norski málverjin og miðvallarin vístu seg eisini væl fram; hjá Víkingi var tað serliga eyðsýnt, at Árni Nóa Atlason var á sentrala miðvøllinum undir liðini á Geza Turi allan dystin. Hann fylti 17 ár í seinasta mánaði og spældi væl í finaluni. 

[object Object]
Patrick da Silva bjóðar av, og Árni Atlason roynir at verja fyri (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur var Sølva Vatnhamar fyriuttan henda dagin. Ársins spælari og toppskjúttin í fjør hevur skaða at dragast við, og tað hevur Jákup Johansen eisini. Hjá KÍ manglaðu av teimum heilt føstu: Liðformaðurin Jákup B. Andreasen, umframt høgri bakkurin Jóannes Kalsø Danielsen, miðverjin Heini Vatnsdal og miðvallarin Mads Boe Mikkelsen. Allir uttan Jóannes spæla helst hetta vikuskiftið, tá KÍ tekur ímóti uppflytarunum TB í fyrsta umfarið í Betrideildini. Víkingur fær vitjan av B36.


Stórsteypadystur menn
Tórsvøllur, leygardagin 26. februar
KÍ - Víkingur 0-0 (6-5 eftir brotssparkskapping)

Reytt kort: Vegard Forren (35')

Brotssparkskapping
1-0: Árni Frederiksberg
1-1: Atli Gregersen
2-1: Páll Klettskarð
Markus Petterson bjargar
3-1: Patrick da Silva
3-2: Andreas Lava Olsen
4-2: Claes Kronberg
4-3: Ari Olsen
Bárður á Reynatrøð bjargar
4-4: Finnur Justinussen
5-4: Olaf Hansen
5-5: Gunnar Vatnhamar
6-5 Jákup Norðoy Vilhelmsen
Markus Petterson bjargar


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2023

50 Leygardagur 04. mars 2023

Fyrsta umfar í næstbestu deildini á skránni í dag

Niðurflytararnir NSÍ og Skála eru favorittar at flyta upp í Betrideildina. Teir appelsinlittu hava tó eina á pappírinum heldur trupla uppgávu í dag - hon er á Sandi

Liðini úr Runavíkar kommunu høvdu ikki nakað gott kappingarár í fjør - nú skulu tey royna at stíla aftur móti fremstu røð (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Betrideildin hjá monnum byrjar við dysti millum 07 Vestur og ÍF í Sørvági, samstundis sum stórsteypadysturin millum KÍ og NSÍ hjá kvinnum verður spældur á Tórsvølli.

Áðrenn hesar dystirnir eru teir fyrstu dystirnir í næstbestu deildini hjá monnum lidnir, og tveir aðrir eru í gongd.

1. deild menn, 1. umfar - í morgin

Kl. 14: HB - Víkingur
Kl. 14: B71 - Skála
Kl. 16: KÍ - FC Hoyvík
Kl. 16.30: B36 - EB/Streymur
Kl. 19: NSÍ - B68

Fýra lið dystast um tvey uppflytingarpláss. Tey næstbestu liðini hjá teimum ovastu seks liðunum í Betrideildini í fjør eru eisini umboðað - EB/Streymur og B68 sum uppflytarar og avloysa tey næstbestu liðini hjá NSÍ og 07 Vestur.

B68 hevur fyri fyrstu ferð síðani 2012 sítt næstbesta lið í 1. deild, og fær hetta liðið í dag ein elddóp móti besta liðnum hjá grannunum á útivølli - leiklutirnir eru býttir nakað um á eystara armi av Skálafjørðinum. Liðið hjá Sámal Erik Hentze hevur fingið styrk av Andra Benjaminsen og Steffani Løkin úr júst B68, og Kristian Joensen verður í málinum.

Fleiri royndir spælarar valdu eisini at halda fram, og tað kann ikki væntast at steðgurin hjá NSÍ í næstbestu deildini - tann fyrsti síðani 1996 - verður langur.

[object Object]
B68 sendi NSÍ niður við Løkin í oktober - jagstrainin hjá teimum í gulum og svørtum eftir uppflytingarplássi byrjar móti næstbesta liðnum hjá toftamonnum í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Liðið hinumegin fjørðin hevur eisini royndan venjara í Paula Poulsen, og hóast ein ikki eins royndan spælarahóp, so heldur millum annað Jákup Jaokbsen fram, og spenanndi ungir spælarar bjóða seg fram. Eisini er ein portugisiskur áleypari nú á Skála; ein ið ÍF ikki valdi at skriva sáttmála við. Hann skoraði einsamalla máli í venjingardysti móti júst ÍF leygardagin, og í morgin skal hann royna at skora á Sandi.

B71 hevur mist millum annað Jonas Warner (B68) og Áka Hentze (Danmark), og viknar hetta um miðvøllin. Um sandoyingar av álvara fara at kunna bjóða av um uppflyting fæst helst eit greiðari svar uppá seinnapartin í morgin.

FC Hoyvík, ið hevur verið fyri einum slagi av samanleggin við Undrið, skal spæla í Klaksvík. Næstbesta liðið hjá KÍ hevur norskar venjarar og ein rímiliga royndan hóp til hetta støði, og er hetta ein áhugaverd styrkisroynd hjá liðnum hjá Jens Martini Knudsen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2023

51 Leygardagur 04. mars 2023

Kvinnurnar leggja fyri við stórsteypadysti í dag

Greipuvinnararnir úr Klaksvík taka ímóti silvurvinnarunum í NSÍ. Hetta er triðja árið á rað, at hesi liðini kappast um stórsteypið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað verður Tórsvøllur, sum leygardagin klokkan 17 verður karmur um ársins stórsteypadyst hjá kvinnum, sum er millum KÍ og NSÍ. Hetta er samstundis ein endurtøka av stórsteypadystinum í fjør, og hetta er triðja árið á rað, at júst hesi bæði feløgini spæla stórsteypadyst.

KÍ sum føroyameistari og NSÍ sum silvurvinnari teljast eisini millum feløgini, ið kunnu roknast millum teirra, ið fara at kappast um oddasessin í bestu kvinnudeildini hetta komandi kappingarárið, so spennandi verður at síggja, hvørjum henda fyrsta toppuppgerðin í ár endar við.

Í fyrraárið vann KÍ sannførandi 4-1 á NSÍ í stórsteypadystinum, men í fjør stóð á jøvnum, 0-0, eftir teir 90 minuttirnar, og so skuldu brotsspørk skjótast fyri at fáa dystin avgjørdan, og tá skoraði NSÍ fýra ferðir og KÍ tvær ferðir, so steypið hevur altso staðið við Løkin síðsta árið.

Stuðla felagið Hoyr
Stórsteypadysturin hjá kvinnunum leygardagin er fyriskipaður í samstarvi millum Fótbóltssambandið og Lions Club í Føroyum, eins og gjørt var fyri viku síðani, tá ið KÍ og Víkingur spældu tann hjá monnum, sum endaði 0-0 og ikki var avgjørdur, fyrr enn KÍ hevði vunnið 6-5 við brotsspørkum.

At Lions er við í spælinum, merkir so eisini, at eitt vælgerandi endamál verður stuðlað, og hesaferð er tað áhugafelagið, Hoyr, ið fær ágóðan frá stórsteypadystunum báðum, umframt dystunum í september í fjør um Lionsbikarið í hondbólti.

Hoyr hevur góð 30 ár á baki og er eitt felag, sum í breiðastu merking arbeiðir fyri hoyrnina og at betra dagligu umstøður teirra, ið hava niðursetta hoyrn. Við at upplýsa um trupulleikarnar hjá fólki við niðursettari hoyrn, verður roynt at betra hoyriumstøðurnar.

Stórsteypadystir, kvinnur:
2019: EB/Streymur/Skála-HB 1-7
2020: eingin dystur vegna koronu
2021: KÍ-NSÍ 4-1
2022: KÍ-NSÍ 0-0 (2-4 eftir brotsspørk)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

52 Leygardagur 04. mars 2023

B68 hevði undirskot upp á 800.000 krónur í 2022

Størsti parturin av hesum kemur orsakað av avsetingum, óvæntaðum útreiðslum og tiltøkum fyri at varðveita sæti í fremstu røð í føroyskum fótbólti, skrivar B68. Stafest verður samstundis, at stóra hallið ikki fer at ávirka raksturin í ár - millum annað vegna meira enn tvífalt so stórar stuðulsinntøkur

Hóast ringa úrslitið í gjørt hava tey í B68 vón um bjarta framtíð; limatalið er vaksandi, og felagið verður eftir ætlan skuldafrítt, áðrenn summarið kemur (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B68 bjargaði sær lívínum í Betrideildini hjá monnum við einari sterkari seinnu hálvu, men tað hevði eisini sín prís. 

Hetta staðfestir felagið í roknskaparfrágreiðingini, sum varð løgd fram, tá aðalfundur felagsins var hildin á Svangaskarði í vikuni.

Heimasíða felagsins skrivar, at rakstrarhallið var 800.000 krónur.

- Bróðurparturin av hallinum stóðst í stóran mun av avsetingum og óvæntaðum útreiðslum og tiltøkum fyri at varðveita sæti í fremstu røð í føroyskum fótbólti og hetta eydnaðist eisini til fulnar.

Harvið skuldi nógv til fyri at varðeita plássið - B68 fekk millum annað nýggjan venjara og nýggjar spælarar inn.

[object Object]Tey í Nes kommunu kundu fegnast um bjargingina, men fíggjarligu tølini fyri 2022 síggja ikki so pen út (Mynd: Sverri Egholm) 

Fer ikki at ávirka raksturin í ár - síggja bjart uppá framtíðina
Fíggjarætlanin hjá fótbóltsfelagnum á Toftum er nakað størri í ár enn í fjør. B68 skrivar, at tað serliga kemst av, at vit í ár fara at hava lið í bestu og næstbestu mansdeildini umframt at kvinnufótbólturin eisini er settur á stovn aftur. Eisini skal skuldin burtur.

- Stór tiltøk eru sett í verk fyri at fáa stuttfreistaðu og útistandandi skuld burtur, og áðrenn aðalfundin var meginparturin av skuldini burtur. Felagið verður skuldarfrítt í vár áðrenn farið verður inní summarið.

- Fyri at tryggjað raksturin fer felagið at umleggja nøkur partabrøv til pening fyri at fáa alla skuld burtur umframt at felagið hevur eina sera arbeiðssama stuðulsnevnd sum hevur tví- til trífaldað stuðulsinntøkurnar fyri 2023.

Tað verður ikki mett at felagið, í so stóran mun fer at hava líka stórar óvæntaðar útreiðslur komadi árið eins og í fjør, og saman við øktu inntøkunum verður mett at felagið kemur skuldarfrítt og við einum hampuligum yvirskoti í ár.

Eisini fegnast tey um B68 um fleiri sjálvbodnar hendur, ið gera ymiskt møguligt, sum ikki hevur verið tað áðrenn. Eisini gerst áhugin fyri fótbólti á Toftum gerst stórri og størri: Bæði í ár eins í undanfarna ár hevur tilmeldingin av luttakandi limum verið methøg og eisini er at gleðast um at stig vóru tikin til at hava kvinnufótbólt í vaksnamannadeildini í 2023, skrivar b68.fo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

53 Leygardagur 04. mars 2023

Munandi dýrari at keypa einstakan dyst í Televarpinum

Televarpið hækkar prísin á einstøkum dystum úr 63 krónum upp í 100 krónur. Tað sama sum eitt atgongumerki kostar

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hevur tú ikki eitt hald hjá Televarpinum, verður tað munandi dýrari at hyggja eftir fótbólti í sjónvarpinum. Sonevnda “pay per view”, fer nú upp á 100 krónur fyri hvønn dyst, sum er tað sama sum eitt atgongumerki við dyrnar kostar.

Í fjør hækkaði prísurin úr 49 krónum upp á 63 krónur. Orsøkin var tá rættindi og framleiðslukostnaður.

Televarpið sigur í ár, at fleiri áheitanir eru komnar frá feløgunum í Betri deildini hjá monnum at hækka prísirnar, so teir samsvara við tað, sum verður tikið fyri atgongumerki á staðnum.

- Televarpið sær seg sum viðspælara hjá feløgunum og vil vera við til at økja um áhugan fyri føroyskum fótbólti. Príshækkingin fyri leysasølu ávirkar ikki kundar, sum hava fast hald hjá Televarpinum, verður sagt í tíðindaskrivi.

Byrjar leygardagin
Tað er í dag, leygardagin 4. mars, at fótbóltsárið av álvara byrjar aftur, tá fyrsta umfar í Betri deildini hjá monnum er á skránni. 

Televarpið er við frá fyrsta bríksli og fer aftur í ár at vísa allar 135 dystirnar í kappingini.

Televarpið hevur sett sær fyri, at fleiri dystir í Betri-deildini hjá kvinnum skulu vísast. Hetta fer at síggjast aftur í skránni, har talið á kvinnudystum økist.

Umframt heimligu kappingina fer Televarpið aftur í ár at vísa dystir hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, U-21 landsliðnum hjá monnum, og fylgt verður eisini við feløgunum, sum fara út í Evropa at umboða Føroyar.

Í fjør vísti Televarpið tilsamans 202 fótbóltsdystir við føroyskari luttøku.

Televarpið fer í ár at framleiða fleiri fótbóltssendingar, og hyggjarin kann gleða seg til upptaktir, greiningar og kjak um føroyskan fótbólt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2023

54 Leygardagur 04. mars 2023

Flúgvandi Elias aftur eftir drúgvan steðg

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði sjey mál í fyrsta dystinum síðani í summar. Góð tíðindi fyri føroyska landsliðið, sum í næstu viku spælir tveir dystir móti Rumenia

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nummar 71 var í kvøld aftur á vøllinum fyri IK Sävehof. Maðurin við høga talinum á rygginum er stóra stjørnan úr Hoyvík, Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Og hann var flúgvandi. Í summar varð hann skurðviðgjørdur í knænum, og var í kvøld aftur á vøllinum.

IK Sävehof vann á útivølli 34-33 móti Önnereds HK í bestu svensku hondbóltsdeildini. Tað vóru systkinabørnini Elias á Skipagøtu og Óli Mittún, sum áttu seinasta og avgerandi málið í dystinum. Elias legði upp, og Óli skoraði.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði sjey mál og legði upp til níggju. Óli Mittún skoraði tvey mál.

Hetta eru góð tíðindi fyri føroyska landsliðið, sum skal spæla móti Rumenia í næstu viku. Rumenia er á vitjan í Høllini á Hálsi mikudagin klokkan 19, og næsta leygardag eru Føroyar á vitjan í Rumenia.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

55 Leygardagur 04. mars 2023

Sonni Larsen skal til Noregs at vera venjari

Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF, og Finnur Hansson hava ábyrgd av venjingunum hjá kvinnulandsliðnum hesa vikuna. Samstarvið við Sonna endar tó ikki heilt

Sonni Larsen tók við sum A-landsliðsvenjari hjá kvinnum 1. desember 2021. Hann skal frá í summar standa á odda fyri TIF Viking Bergen, ið liggur til at flyta upp í bestu norsku mansdeildina (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuni varð greitt, at Sonni Larsen hevur fingið nýtt venjarastarv. 36-ára gamli danin varð kunngjørdur sum nýggjur høvuðsvenjari hjá TIF Viking Bergen, sum í løtuni er oddalið í næstbestu norsku mansdeildini.

Sonni skal byrja har í summar, men tað er longu nú greitt, at hann ikki longur er venjari hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum. Eisini støðgar samstarvið millum Sonna Larsen og HSF viðvíkjandi U17-landsliðnum.

Hóast Sonni Larsen ikki byrjar í starvinum í Noregi fyrrenn í summar, so hyggur HSF aðrar vegir beinanvegin, og tað skilur venjarin væl, sigur hann í stuttari viðmerking við heimasíðuna.

Kvinnulandsliðið er savnað hesa vikuna, og  eru tað fyribils Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF, og Finnur Hansson, hjálparvenjara, sum standa fyri liðnum. Leitað verður eftir nýggjum høvuðsvenjara, skrivar Hondbóltssamband Føroya. Føroyar hava venjingardyst móti Finnlandi á skránni í apríl.

[object Object]
Sonni Larsen hevur verið við til nógvar stórar løtur í føroyskum hondbólti seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)

Sonni Larsen tók við sum kvinnulandsliðsvenjari 1. desember 2021, eftir at Dragan Brljevic noyddist at gevast av heilsuávum. Tað eydnaðist ikki at spæla seg víðari til høvuðsundankappingina til HM eftir smalan samlaðan ósigur í Kosovo í november. 

Sonni Larsen kom til føroyskan hondbólt og Hoyvíkar í 2016. Hann var venjari frá 2017 til og við apríl 2021, har hann hevði ábyrgd av liðnum í nøkrum undankappingum. Eisini var Sonni høvuðsvenjari til U21 HM í 2017. Hann kemur framvegis at vera partur av føroysku venjaraútbúgvingini.

HSF kemur enn at samstarva við Sonni sum skeiðshaldara í sambandi við venjaraútbúgving í Føroyum, har hann undirvísir í úrvalsvenjaraútbúgvingini.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2023

56 Leygardagur 04. mars 2023

Vestmenningar skulu standa á odda fyri U17-landsliðnum í summar

Hondbóltssamband Føroya hevur sett Inga Olsen og Agnar Joensen at taka sær av U06-landsliðnum hjá kvinnum næstu tvey árini. EHF Championship kapping í Aserbajan er í summar

Agnar Joensen og Ingi Olsen hava verið venjarar saman og hava eisini spælt eina rúgvu av hondbólti saman - Ingi kemur nú upp í venjaratoymi hjá árgangunum ístaðin fyri Sonna Larsen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsdagin gjørdist tað alment, at Sonni Larsen hevur fingið venjarastarv. Danin byrjar av álvara í tí í summar, men av tí at hann ikki fer at megna at røkja landsliðsvenjarauppgávur eisini, hevur Hondbóltssambandið valt at beinanvegin hyggja aðrar leiðir.

Sonni Larsen var fram til í síðstu viku høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum. Fyrbils røkja hjálparvenjarin Finnur Hansson og Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF uppgávuna, og hava teir havt venjingar við liðnum í vikuni.

Ein onnur uppgáva hjá danunum, sum seinastu árini av álvara hevur sett sín dám á føroyskan hondbólt, var U06-landsliðið - tað sum nú er U17-landsliðið hjá kvinnum. 

Talan er um gentur, sum eru føddar í 2006 og 2007, og hava tær í august eina stóra uppgáva, tá tær skulu til EHF Championship kapping í Aserbajan.

[object Object]
Agnar Joensen og Ingi Olsen hava verið venjarar saman, og hava eisini spælt eina rúgvu av hondbólti saman - Ingi kemur nú upp í venjaratoymi ístaðin fyri Sonna (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Agnar Joensen var longu partur av venjaratoyiminum hjá U06 landsliðnum, og nú er greitt, at ein annar vestmenningur verður við ístaðin fyri Sonna Larsen. Talan er um Inga Olsen, sum hevur eina rúgvu av royndum sum bæði spælari og venjari - millum annað saman við Agnari.

Ingi er venjari hjá besta kvinnuliðnum í Vestmanna, og stóð í fjør á odda fyri H71, ið gjørdist føroyameistari 

Hondbóltssamband Føroya boðar frá, at sáttmálar eru gjørdir við venjaranar báðar, sum eru galdandi til á sumri 2025. Tað vil siga, at Agnar og Ingi í útgangspunktinum skulu taka sær av árgangunum, til tær eru lidnar á U19-landsliðnum.

EHF Championship kapping í Aserbajan í døgunum 5. – 13. august. Føroyar eru í bólki saman við Spania, Luksemborg og Grikkalandi, og hava á pappírinum góðan møguleikan at koma víðari. Um tað eydnast, ber tað til at røkka HM ella EM-plássi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

57 Leygardagur 04. mars 2023

U19: Fingu Svøríki úr hægsta styrkisbólkinum

Hini mótstøðuliðini hjá Føroyum í bólki H í HM eru Iran og Burundi. Talan er um eitt gott og spennandi lutakast, skrivar Hondbóltssamband Føroya. Dystirnir eru fyrst í august í Kroatia

Føroyar spældu tættan dyst móti Svøríki til EM og eru hægri styrkismett enn mótstøðuliðini úr Asia og Afrika (Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lutakast um bólkabýti til HM-endaspælið hjá U19-monnum í august var í gjár.

Har gjørdist greitt, at føroysku U19-mennirnir komu í bólk H saman við Svøríki, Iran og Burundi. Talan er um eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið, skrivar Hondbóltssamband Føroya. Føroyar hava spælt ímóti Svøríki fyri stuttum - hini mótstøðuliðini eru ikki líka kend: 

- Talan er um ein spennandi bólk. Svøríki gjørdist nummar 2 í U18 EM-endaspælinum í fjør, har Føroyar gjørdist nummar 9. Liðini møttust í fyrsta dystinum í kappingini, har Svøríki vann 32-29.

- Iran gjørdist nummar tvey til asiatiska endaspælið, meðan Burundi gjørdist nummar fýra í afrikanska endaspælinum. Eftir innleiðandi umfarið verður Føroyar sett saman við bólk H, sum telur Týskland, Argentina, Saudi Arabia og USA.

Tað kann væntast, at Føroyar eru sterkari enn mótstøðuliðini úr Asia og Afrika, og liðið hjá Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen var eisini styrkismett hægri enn tað

Bólkarnir:
Bólkur A: Portugal, Kroatia, Ruanda, Algeria (Býur: Varazdin)
Bólkur B: Ungarn, Slovenia, Marokko, Ný Sæland (Býur: Varazdin)
Bólkur C: Egyptaland, Ísland Japan, Kekkia (Býur: Koprovinica)
Bólkur D: Spania, Suðurkorea, Brasil, Bahrain (Býur: Koprovinica)
Bólkur E: Danmark, Eysturríki, Kili, Meksiko (Býur: Rijeka)
Bólkur F: Noreg, Montenegro, Norðurmakedonia, IHF Trophy vinnari (Býur: Rijeka)
Bólkur G: Týskland, Argentina, Saudi Arabia, USA (Býur: Opatia)
Bólkur H: Svøríki, Føroyar, Iran, Burundi (Býur: Opatia)

HM verður leikt í Kroatia dagarnar 2. til 13. august í býunum Koprovinica, Varazdin, Rijeka og Opatia. Føroyar skal spæla innleiðandi dystirnar í strandarbýinum Opatia, skrivar Hondbóltsambandið, ið greiðir soleiðis frá fyrireikingunum:

Føroysku fyrireikingarnar til HM byrja við einari samling í apríl. Í mai og juni, eftir at heimliga kappingin er liðug, kemur liðið at venja fast saman. Í juli mánaði verða tveir fyrireikingardystir móti Íslandi.

Hetta føroyska landsliðið endaði nummar níggju til U18-EM í fjør.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2023

58 Leygardagur 04. mars 2023

EHF Championship: Hesum skulu U17- og U19-kvinnurnar spæla ímóti

Spania er sterkasta mótstøðuliðið hjá báðum føroysku ungdómslandsliðunum, sum í summar skulu royna at spæla seg til størri kappingar

U19 kvinnurnar skulu til Litava tíðliga í juli - U17-liðið spælir í Aserbadjan í august (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lutakast hevur verið um bólkabýtið til EHF Championship-kappingarnar í summar. 

Hondbóltssamband Føroya skrivar, at bæði liðini hava fingið ein spennandi bólk, har okkara hava møguleikar. Liðini spæla um at vinna seg víðari til EM og HM.

[object Object]
Eftir síðsta HM-dystin fyri U18-kvinnur í fjør. Tær í 2004 og 2005-árganginum høvdu vunnið sær rættin at verið har og stóðu seg væl: Føroyar endaðu nummar 19 av 32 liðum. Hesar hava í ár aldur til U19-landsliðið (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Spania er á pappírinum sterkasta mótstøðuliðið hjá bæði U19 og U17 í bólkaspælinum. Ovastu tvey liðini úr bólkunum møtast í hálvfinalum og vinnararnir av hesum dystunum í finaluni. Tað snýr seg um at koma víðari fyri at framhaldandi hava møguleika at fáa EM og HM-pláss.

Tær sum nú eru í árgangunum, sum svarar til U19, royndu seg síðsta summar í U18 HM-endaspæli. Hetta plássið kom í hús, tí ungu kvinnurnar á summri 2021 vóru millum hálvfinaluliðini í EHF Championship, tá tær spældu á U17-landsliðnum.

EHF Championship – U17 kvinnur
Baku, Aserbajan, 5.-13. august 2023
Bólkur A: Slovenia, Litava, Georgia, Bosnia-Hersegovina, Aserbajan
Bólkur B: Føroyar, Spania, Luksemborg, Grikkaland

EHF Championship – U19 kvinnur
Klaipeda, Litava, 8.-16. juli 2023
Bólkur A: Spania, Føroyar, Turkaland, Bulgaria
Bólkur B: Slovenia, Estland, Litava, Bosnia-Hersegovina

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2023

59 Leygardagur 04. mars 2023

Team Klaksvík vendi øllum á høvdið í Vestmanna

Klaksvíkingar vóru aftanfyri við sjey málum, tá beint undir eitt korter var eftir, men vísti styrki og koppaði oddaliðnum við at skorað 13 mál

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tveir dystir í Burn-deildini vórðu spældir hóskvøldið. Í dystinum í Høllini á Hálsi vann H71 heilt sum væntað greitt á botnliðnum Kyndli, men í Vestmanna stóð Team Klaksvík fyri óvæntaðum úrsliti.

VÍF er annars rímiliga greitt oddalið, og kundi økja, eftir at KÍF tapti fyri Neistanum mikukvøldið. Heimaliðið hevði eisini eina leiðslu meginpartin av dystinum, men Team Klaksvík var væl við í fyrra hálvleiki. Sum seinni hálvleikur leið, bendi lítið á at klaksvíkingar fóru at fáa stig burturúr, og 45 minuttir og 17 sekund vóru farin økti VÍF fyri fyrstu munin upp í sjey mál.

Teir á útiliðnum fullu tó ikki í fátt, og skoraðu tey næstu fýra málini. VÍF fekk als ikki bilbukt við klaksvíkingar í verjuspælinum, og leikbrá og annað hjálpti ikki. Fýra minuttir fyri tíð javnaði ungi Mortan Rasmussen, og hálvan minutt seinni legði Jens Pauli Poulsen (fyrr Mohr) Team Klaksvík á odda fyri fyrstu ferð síðani heilt tíðliga í dystinum. 

Endin gjørdist ein gysari. Liðini skiftust um at skora, og vóru tað Jens Pauli og Team Klaksvík sum í síðsta álopinum fingu síðsta orðið. Seks sekund fyri tíð fall skotið og harvið avgerðin, og Team Klaksvík vann á oddaliðnum, hóast tað sá ógvuliga tungt út - í einari høll, har lutfalsliga unga hondbóltsfelagið vanliga hevur tað ótrúliga trupult.

Úrslitið merkir, at bæði tey fremstu liðini í Burn-deildini taptu hetta umfarið - og er hetta serliga gott fyri H71 - Team Klaksvík fer frammum StÍF, og er nú á 5. plássi. Liðini, ið enda millum nummar trý og seks eftir grundspælið spæla fyrst fjórðingsfinalur, áðrenn nummar eitt og tvey koma inn í hálvfinalunum. Trý umfør eru eftir av grundspælinum.

Burn-deildin menn
Hósdagin 02. mars

VÍF - Team Klaksvík 29-30 (14-11)
Toppskjúttar: Hallur Arason 7 mál, Jens Pauli Poulsen og Jóhan í Garðastovu 5 mál 

Kyndil - H71 18-31 (11-15)
Toppskjúttar: Borgar Sveinsson 7 mál, Rói Ellefsen á Skipagøtu 6 mál

Mikudagin 01. mars

Neistin - KÍF 29-27 (10-10)
Toppskjúttar: Ísak Vedelsbø 8 mál, Hans Eli Sigurbjørnsson 6 mál 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2023

60 Leygardagur 04. mars 2023

Stórt drama í mansfinaluni

Eftir ein ógvuliga inntensan dyst í larmandi høllini á Hálsi syrgdu hoyvíkingar fyri meira gulli, og at tvey steyp afturat koma at standa í Hoyvík

Peter Krogh er aftur frá skaða og átti stóran leiklut í steypasigrinum - serliga í seinna hálvleiki (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðsta summar misti H71 fleiri av spælarunum, sum høvdu stóran leiklut í, at hoyvíkingar í fjør vunnu greipuna. Liðið hevur heldur ikki verið heilt við í oddinum í landskappingini í ár, men fyri stuttum kom Pauli Jacobsen aftur, Petur Krogh gjørdist tøkur aftur, og hetta hevur verið millum stóru lyklarnir í, at steypið nú kom aftur til Hoyvíkar.

Fyrstu 25 minuttirnar av steypafinaluni fóru bert seks mál inn hjá Paula. Ein krútsterk H71-verja og fleiri bjarginar fingu tálmað Vuk Stevanovic, Fríða Weyhe og hinum, men eftir at bert hava skorað tvey mál í 16 minuttir, komu kollfirðingar í gongd seinastu løtuna fyri steðgin. Teir skoraðu fýra ferðir uppá fýra minuttir og minkaðu munin niður í eitt mál.

[object Object]
KÍF var í sínari fyrstu finalu síðani 2014, og hetta merktist á spenninginum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hetta fekk av álvara lív í stóru “reyðu fjøldina”, ið veruliga setti sín dám á í sunnara enda av høllini, meðan hoyvíkingar í eyðkendum lagi stuðlaðu hinumegin. Sum heild var ógvuliga gott lag í høllini, og dysturin hóskaði til inntensitetin á áskoðaraplássinum.

Í seinna hálvleiki leikaði ógvuliga javnt á alla tíðina, og tað tyktiskt sum smáir marginalar fóru at avgera tað, og soleiðis varð eisini. Eina løtu inn í seinna hálvleik tók KÍF leiðsluna fyri fyrstu ferð, og hevði yvirtakið eina løtu, har Weyhe-brøðurnir í miðverjuni spældu stóran leiklut, men so kom Peter Krogh inn í H71-álopið og skoraði fleiri mál – nøkur við vinstru og nøkur við høgru. Sveinur Olafsson spældi týðandi leiklut í bæði verju og álopi, og Rói Ellefsen á Skipagøtu var eisini ein lykil í álopsspælinum og skoraði eitt umráðandi mál móti endanum -  tvey mál av høgra vongi gjørdust eisini avgerandi.

[object Object]
Rói Ellefsen á Skipagøtu í stórum leikluti fyri H71 (Mynd: Jens. Kr .Vang)

H71 hevði vunnið sær eina tvey-máls leiðslu, eftir at verjan og Pauli høvdu fingið takið aftur, men so fingu bæði Rúni Vest Højgaard og Bogi Hansen útvísing. Hetta gagnnýtti KÍF, sum í høvuðsheitinum spældi væl í seinna hálvleiki, skjótt.

Men við støðuni 22-22 og tá ein mann í undirtali, javnaði júst innskifti Jón Rói Høgnesen við flottum máli av høgra vongi. KÍF javnaði, men í næsta álopinum var Bogi komin innaftur, og legði hann aftur hoyvíkingar á odda.

Í síðsta álopinum hjá KÍF stóð hoyvíksverjan væl, og Vuk varð kroystur til eitt spískt skot, ið Pauli vardi væl fyri, og so kundi H71 skora til 25-23 og staðfesta fjórða steypagullið á rað á manssíðuni. 

[object Object]
Sigurin er heima, og hoyvíkingar kunnu aftur stórfegnast (Mynd: Jens Kr. Vang)

Finalan í Faxe Kondi-kappingini, menn
Leygardagin 25. februar - Høllin á Hálsi

H71 - KÍF 25-23 (11-10)

Toppskjúttar: Sveinur Olafsson og Rói Ellefsen á Skipagøtu 6 mál (H71). Vuk Stevanovic 7 mál (KÍF).


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2023

61 Leygardagur 04. mars 2023

H71 tók steypið aftur frá Kyndli

Tað var ein ávísur munur í kvinnufinaluni i hondbólti, hóast Kyndil stríddist væl allan dystin. Hoyvíkskvinnur hava nú vunnið steypafinaluna trý út av teimum seinastu fýra árunum

Jana Mittún var flúgvandi í fyrra hálvleiki, og Kyndil megnaði ikki at fáa tað heilt tætt móti sterka liðnum úr Hoyvík, sum nú fer eftir greipuni (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hoyvíkskvinnur eru í gongd við eitt sannførandi kappingarár, og hetta varð aftur staðfest leygardagin, tá steypið í Faxe Kondi kappingini er komið í hús. Tað skal harvið standa í Hoyvík, eftir at Kyndil hevur havt tað í varveitslu í eitt ár. 

Greiða oddaliðið í SMS-deildini, sum eisini hevur havt eitt væleydnað evropeiskt ævintýr í vetur, legði betri út. Kyndil skoraði ikki fyrstu seks minuttirnar. Tær í grønum hingu tó rímiliga væl í til nakað áðrenn steðgin, men so økti H71 munin upp í fimm mál.

Tað gjørdist skjótt greitt í øðrum hálvleiki, at tað allarhelst ikki fór at gerast ein spennandi endi á steypafinaluni, eins og tá liðini hittust í fjør, og Kyndil vann eftir longda leiktíð. Kyndilskvinnur og áskoðararnir í grønum royndu sítt, men í løtum vórðu heldur nógv tekniskt mistøk gjørd í álopinum og skot brend. Og so var eisini talan um eitt vælspælandi H71-lið, sum hevði nógvar streingir at spæla uppá.

Talan var oftast um skjótt spæl, og Guðrið á Borg var trygg av høgra vongi - Anna Elisabeth Weyhe av hinum -  Lukka Arge uppá brotskøst, Vár Zachariassen á strikuni, Maria Halsdóttir Weyhe hevði nøkur góð undirhondsskot, og so var ein x-faktor, sum Kyndil hevði ógvuliga torført at støðga - serliga fyri steðgin: Jana Mittún.

Í sínari síðstu steypafinlu í Føroyum, fyribils í øllum førum, breyt Jana ofta ígjøgnum, og setti annars stórt trýst á Kyndla-verjuna. Í seinna hálvleiki snúði tað seg mest um at spæla hinar væl upp, og tað eydnaðist væl hjá henni og Mariu.

[object Object]
Lív Zachariassen spældi serliga væl í miðverjuni - her í gjøgnumbroti 

[object Object]
Turið Arge spældi eina frálíka finalu

Tað vóru løtur, har Turið Arge Samuelsen og hinar spældu heilt væl, og stríðsandin var allatíðina har hjá samanlagt unga Kyndla-liðnum, sum minkaði eitt sindur um  munin móti endan. Jovana Stranjanac hevði eisini fleiri stórbjarginar eftir steðgin, men ein hørð H71-verja og ein sterk eind syrgdu fyri, at tað ongantíð varð tætt aftur á máltalvuni. Serliga vóru Zachariassen-tvíburðarnir stinnar í miðverjuni.

Hetta er triðja steypafinala, ið kvinnurnar hjá H71 hava vunnið, og allir sigrarnir eru komnir síðstu fýra árini, har H71 hevur verið í finaluni øll árini. Seinni fæst greiða á, um tað verður talan um tvífalt steypagull til Simon Olsen og H71.

Faxe Kondi steypafinala, kvinnur
Leygardagin 25. februar - Høllin á Hálsi

H71 - Kyndil 31-27 (17-12)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2023

62 Leygardagur 04. mars 2023

Nadja gjørdist toppskjútti við níggju málum

Bjarta Johansen og Turið Arge Samuelsen skoraðu eisini nógv mál, men fleiri spælarar gjørdu seg galdandi við fleiri málum hjá steypavinnaranum úr Hoyvík

Bakspælarin úr Montenegro skoraði níggju mál - millum annað nøkur uppá brotskast (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Leygardagin tryggjaðu hoyvíkskvinnur sær sítt triðja steypagull í hondbólti uppá fýra ár við 31-27 sigri á Kyndli. H71 hevði leiðsluna allan dystin og spældi samanlagt sannførandi.

Talan var um eitt sterkt liðavrik, og hetta sæst millum annað á toppskjúttalistanum. Jana Mittún skaraði framúr í fyrra hálvleiki við fimm málum, men annars var rímiliga javnt býtt á listanum yvir málskjúttar hjá H71. Maria Halsdóttir Weyhe skoraði støðugt úr bakketuni - millum annað við nøkrum góðum undirhondsskotum - Lukka Arge skoraði eisini fimm mál - uppá øll síni fimm brotsskøst, har hon var ísakøld - og Gurið á Borg og dagsins spælari, Vár Zachariasen, vóru tryggar av ávíkavist høgra vongi og av strikuni.

Nadja Pejovic hjá Kyndli gjørdist toppskjútti í dystinum við níggju málum. Bakspælarin úr Montenegro skoraði nøkur góð langskot og eisini nøkur brotskøst. Bjarta Johansen var eisini sannførandi á strikuni, og skoraði heili átta mál. Turið Arge Samuelsen skoraði seks ferðir, men so komu annars bara fýra mál samanlagt frá Kyndli. Talan er um nógvar heilt ungar spælarar, sum vóru á vøllinum fyri Kyndil í finaluni, og Bára Krossteig Hansen var ikki før fyri at spæla vegna skaða.

Toppskjúttar: 

Kyndil: 
Nadja Pejovic 9 mál
Bjarta Osberg Johansen 8 mál
Turið Arge Samuelsen 6 mál

H71:
Jana Mittún 6 mál 
Maria Halsdóttir Weyhe 5 mál
Lukka Arge 5 (5) mál
Guðrið á Borg 4 mál 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2023

63 Leygardagur 04. mars 2023

Fjúrtan flogbóltsfinalur á skránni um vikuskiftið

Hæddarpunktini eru í dag klokkan 16, tá kvinnurnar hjá SÍ og Fleyr spæla, og klokkan 19 tá menninir hjá SÍ og Mjølnir bresta saman. Øll tey níggju flogbóltsfeløgini í Føroyum eru umboðað í onkrari finalu

Tað er ikki óvanligt, at sørvingar lyfta steyp í Høllini á Hálsi, og spuringurin er um millum annað sørvágskvinnur sigra hesaferð (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Stóra finaluvikuskifti hjá flogbólti er hetta vikuskiftið. Fjúrtan finalur skulu avgreiðast í Høllini á Hálsi, og lagt varð út við trimum finalum gjárkvøldið.

Øll tey níggju flogbóltsfeløgini í Føroyum eru umboðað í onkrari finalu. Lið hjá B71, Drátti, Fleyr, ÍF, KÍF, Mjølnir, SÍ, TB og Ternnuni skulu spæla um gull í høvuðsstaðnum, og tað er áhugavert at síggja, at millum annað síðstnevnda er vælumboðað á dreingjasíðuni, og at B71 er í tveimum gentufinalum.

So eru eisini "the usual suspects", og sum vanligt er SÍ felagið, ið er best umboðað. Sørvingar hava níggju lið við, millum annað eitt í hvørjari finalu gjárkvøldið og eisini í báðum vaksnamannafinalunum.

Tað er størst spenningur um, hvat fer at henda í finalunum leygardagin, har SÍ og Fleyr skulu stríðast um gullið hjá kvinnum, og har menninir hjá SÍ skulu bjóða Mjølni av.

Skráin fyri steypafinaluvikuskifti:

Fríggjadagin 3. mars 2023:
Kl. 18: Gentur 16 A: Fleyr - SÍ 
Kl. 19.15: Gentur 19: Fleyr - SÍ 
Kl. 20.30: Mansunglingar: SÍ - Mjølnir

Leygardagin 4. mars 2023:
Kl. 10: Gentur 12: SÍ - KÍF 
Kl. 11.15: Dreingir 12: Ternan b - Ternan a 
Kl. 12.30: Gentur 14 A: Mjølnir - Dráttur 
Kl. 13.45: Dreingir 14: SÍ - TB 
Kl. 16: Kvinnur: SÍ - Fleyr 
Kl. 19: Menn: SÍ - Mjølnir 
Kl. 21: Kvinnuunglingar: SÍ - Fleyr

Sunnudagin 5. mars 2023:
Kl. 13: Dreingir 16: ÍF - Ternan 
Kl. 14.15: Gentur 14 B: B71 - Ternan 
Kl. 15.30: Dreingir 19: SÍ - Mjølnir 
Kl. 16.45: Gentur 16 B: B71 - Mjølnir

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

64 Leygardagur 04. mars 2023

Trupult at gita hvør vinnur steypafinalurnar í flogbólti

Steypafinalurnar í flogbólti spældar í høllini á Hálsi í Havn í dag

Á myndini spæla Lukas Poulsen (SÍ) og Steffan Rosenlund (Mjølnir) fyri Føroyar, men leygardagin eru teir mótstøðumenn
SkrivaÐ:

Innsent

Í dag verða steypafinalurnar í flogbólti spældar í høllini á Hálsi í Havn. Í kvinnufinaluni møtast SÍ og Fleyr, og í mansfinaluni SÍ og Mjølnir. 

Steypafinala, kvinnur: SÍ – Fleyr kl. 16 

Kvinnurnar hjá SÍ eru í síni fimtu steypafinalu á rað. Av teimum fýra undanfarnu vann SÍ tríggjar, har allir sigrarnir vóru eftir fimmsettarar, men í fjør tapti SÍ 3-1 fyri júst Fleyr.

Hvør fer at lyfta steypin í ár, er vónleyst at spáa um.  

Í landskappingini hava liðini spælt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum, og liðini hava vunnið hvør sín 3-1 sigur, men einastu stigini SÍ hevur tapt í landskappingini í ár, er í 3-1 tapinum fyri Fleyr fyrst í oktober.

Fleyr hevur gaman í eisini bara tapt ein dyst í landskappingini – tann ímóti SÍ – men hevur tó verið úti í fimmsettarum ímóti bæði KÍF og Mjølni, og tað sama hendi í steypakappingini ímóti KÍF. Eftir hesum úrslitum at døma, er SÍ kanska at meta sum lítil favorittur, men hinvegin sóu vit eisini í hálvfinaluni, at tað var um reppið, at SÍ ikki vann seg í finaluna, tá støðan var 10-8 til TB í javnbrótaranum, sum SÍ tó at enda vann 15-12.

So, hevur Fleyr ein góðan dag, so kann tað henda, at vit fáa tann fimta fimmsettaran í seks ár.

Kvinnufinalan byrjar kl. 16, og fyrsti-dómari verður Dávið Ryan og Randi Larsen annar- dómari.  

Steypafinala, menn: SÍ – Mjølnir kl. 19
Er trupult at gita um kvinnufinaluna, so er tað ikki minni trupult at gita um mansfinaluna, har SÍ og Mjølnir møtast.

Felags fyri bæði er, at tað var um hár gjørt, at tey yvirhøvur komu í finaluna, tí í hálvfinalunum vóru tey bæði aftanfyri 2-1 ímóti ávikavist Fleyr og ÍF, men komu afturíaftur og vunnu javnbrótaran.

SÍ og Mjølnir hava møtst tríggjar ferðir í landskappingini í ár, har tveir av dystunum vóru fimmsettarar, og úrtøkan var ein sigur í part. Tann triði dysturin teirra millum var seinasta leygardag, og ta aðalroyndina til steypafinaluna vann Mjølnir trygt 3-0, tó at fyrstu tvey settini endaðu 25-23. Hetta úrslitið hevði eisini við sær, at tað verður meira enn torført hjá SÍ at koma í FM-finalurnar, og tí er steypafinalan hon, sum kann bjarga kappingarárinum hjá SÍ, sum kom illa frá byrjan, m.a. tí pappírini hjá sterka serbanum Mileta Vesovic komu seint í rættlag. 

Hjá Mjølni hevur landsliðsleikarin Steffan Rosenlund sitið uttanfyri við skaða í longri tíð, men seinastu dystirnar hevur hann tó latið seg í stuttu brøkurnar, tó at hann ikki hevur verið á vøllinum, men verður hann til reiðar at spæla leygardagin, so ger tað frammanundan sterka Mjølnir-liðið uppaftur sterkari.

Við støðuni í landskappingini sum grundarlagi, har Mjølnir er sjey stig frammanfyri SÍ, má Mjølnir metast at vera lítil favorittur, men tann støðan sigur ikki alla søguna, tí SÍ hevur tikið seg nógv fram so hvørt sum kappingin er liðin, og í stóru dystunum við larmandi áskoðarum trívast sørvingarnir væl, so hvør veit, um vit ikki fáa ein fimmsettara... 

Eisini í mansfinaluni, sum byrjar kl. 19, verður Dávið Ryan fyrsti-dómari, og annar-dómari verður Alex Troleis.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2023

65 Leygardagur 04. mars 2023

Mia Højgaard til HM í Turkalandi

13 ára gamla Mia Højgaard úr Havnar Finleikafelag verður við á danska junior landsliðnum, sum fer til HM í Turkalandi seinni í hesum mánaðinum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinastu árini hava fleiri føroyskir fimleikarar av álvara gjørt um seg, og nú er greitt, at 13 ára gamla Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelag, verður við á danska junior landsliðnum, sum fer til HM í Turkalandi. 

Venjari hjá Miu er Camelia Mihaela Mindricel, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá amboðsliðnum í Havnar Fimleikafelag seinastu fýra árini.

HM fyri juniorar verður í Antalya í Turkalandi í døgunum 29. mars til 2. apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

66 Leygardagur 04. mars 2023

Tennis-landsliðið gjørdi sera væleydnaðan túr til Íslands

Føroyska tennis-landsliðið hevur leikt sín fyrsta landsdyst nakrantíð. Tað var ímóti Íslandi

Pætur M. Dahl og Jón Brekku (høgrumegin) beint áðrenn dystarbyrjan ímóti Egill Sigurðsson og Vladimir Ristic í tvímansleiki í tí fyrsta landsdystinum hjá føroyska tennis-landsliðnum nakrantíð
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyska tennis-landsliðið hjá monnum spældi vikuskiftið 18-19 februar sín fyrsta landsdyst nakrantíð, og tað var ímóti Íslandi. Dysturin varð leiktur innandura í Tennishøllini í Kópavogi nærhendis Reykjavík.

Dysturin varð skipaður soleiðis, at sjey dystir í einmansleiki og tríggir dystir í tvímansleiki vórðu leiktir leygardag og sunnudag, 20 dystir tilsamans. Ísland vann 9-1 leygardagin og 8-2 sunnudagin. Føroyar vunnu tveir dystir í einmansleiki og ein dyst í tvímansleiki.

Dystirnir vóru leiktur á sonevndum hard-court, sum eisini er undirlagið, sum verður brúkt á Oyggjaleikunum á Guernsey í summar. Hetta var avbjóðandi fyri føroysku leikararnar, av tí at undirlagið í Føroyum er graslíki, men tað hevur týdning at venja seg við hetta undirlagið við atliti til oyggjaleikirnar.

Føroysku leikararnir møttu stinnari mótstøðu, men teir fingu samstundis nógvar góðar dystir, har teir veruliga fingu seg royndar. Hetta var samstundis fyrsta veruliga royndin hjá føroysku leikarunum, síðan Adam Blicher tók við sum venjari hjá landsliðnum.

Hjalti Mohr Jacobsen vann tveir dystir í einmansleiki, og síðani vann hann í tvímansleiki saman við Svenn F. Jacobsen. Besta avrikið megnaði tó Pætur M. Dahl at fáa, tá vann vann sett ímóti Vladimir Ristic, ið spældi sum 1. seedaður hjá Íslandi seinna dagin. Pætur vann fyrsta sett 7-6, men tapti tíverri bæði annað og triðja sett við settúrslitunum 6-2.

Landsdysturin varð skipaður á tann hátt, at leikararnir vórðu styrkismettir, og síðani spældu teir við hægstu meting ímóti hvørjum øðrum. Samanlagt vunnu føroysku leikararnir umleið ein triðing av teimum gamum, sum vórðu spæld, og talan var um stinna mótstøðu. Slíkir dystir hava sera stóran týdning í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar umframt at menna føroyskt tennis sum heild.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

67 Leygardagur 04. mars 2023

Niels Áki og Maibrit lyftu mest

Serliga hjá monnunum var kappingin knallhørð, men triðja árið á rað eydnaðist tað Niels Áka Mørk at knógva kappingarneytunum í FM-kappingini í vektlyfting

Maibrit Reynheim (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Farna leygardag skipaði Styrkisambandið á fjórða sinni fyri FM-kapping í olympiskari vektlyfting.

Kappingin varð hildin í Finsen, har fjúrtan íðkarar tóku lut. Sjey kvinnur og sjey menn.

Kappast verður í Sinclair-stigum, har einstøku lyftini verða umroknað í mun til kropsvektina hjá einstaka lyftaranum. Soleiðis ber til at sammeta lyftini, hóast ein stóru lyftari gjarna lyftur munandi meira enn ein lítil lyftari.

Kvinnurnar kappaðust fyrst, og har var Maibrit Reynheim Petersen stórfavorittur. Maibrit vann eisini kappingina trygt, men tað var hugaligt at síggja, hvussu stór framstigini eru hjá ymsu lyftarunum. Ikki minst staðfesti Asta Egilstoft Nielsen síni framstig, tá hon setti nýggj met í bæði trekk og í vend & stoyt í vektbólkinum undir 64.

Jenny Persson gjørdist nummar tvey aftan fyri Maibrit, meðan Asta gjørdist nummar trý.

[object Object]
Niels Áki Mørk (Savnsmynd)

Hjá monnunum varð væntandi, at kappingin fór at standa millum Leif á Bøgarði og Niels Áka Mørk.

Leif gjørdist herfyri fyrsti føroyski lyftarin, sum vann meira enn 300 Sinclair-stig. Niels Áki, sum upp til kappingina var lætnaður somikið, at hann fór ein vektbólk niður, gjørdi honum kynstrið eftir, og vann sær beint undir 307 stig.

Tí visti Leif, hvat hann skuldi røkka, tá tað var hansara tørn í vend & stoyt. Her eydnaðist Leif at lyfta 134 kilo í fyrstu royndini, men tá hann síðandi royndi seg við 137 kilo, eydnaðist tað ikki at fáa stongina seinasta pettið upp um høvd.

Leif mátti soleiðis taka til takkar við silvurmerkinum, meðan Sofus Bech gjørdist nummar trý.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2023

68 Leygardagur 04. mars 2023

Føroyskir rógvarar eru heimsins bestu

Sunnudagin var kappast á 2.000 metrum í HM í inniróðri í Toronto, og enn einaferð hava føroysku rógvararnir staðfest, at teir eru heimsins bestu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sára Maria Johansen og Vár G. Hansen róðu í bólkinum 21-22 ár. Sára Maria legði seg á odda longu frá byrjan, og við einum góðum endaspurti kom hon fyrst um málstrikuna og vann róðurin sannførandi.

Vár róði ein flottan og sannførandi róður. Vár legði hart út og róði serstakliga væl. Hon róði seg til eitt flott 3. pláss heili 12 sek frammanfyri nr. 4.

Zoe E. Dickson róði í bólkinum 21-22 ár lættvekt. Zoe lat ongan iva vera um, at eingin kundu hótta sigurin, tá hon fór fyrst um málstrikuna. Zoe setti somuleiðis persónligt met.

Sarita Kristina Hansen róði í bólkinum 23-39 ár lættvekt. Hetta er opni bólkinum hjá kvinnum, har støðið vanliga er sera høgt. Í harðari kapping megnaði Sarita at rógva seg til eitt flott 5. pláss.

Mattias Durhuus róði í bólkinum 17-18 ár. Mattias hevði ein góðan start, har hann legði seg á odda. Hann róði ein sera sannførandi róður frá byrjan til enda. Í harðari kapping gjøgnum allan róðurin megnaði hann at rógva seg til eitt flott 2. pláss. Mattias setti somuleiðis persónligt met.

Við avbera góðu úrslitunum hava føroysku rógvararnir av álvara gjørt vart við seg og skarað framúr í HM kappingini. 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyskir rógvarar klintra upp á ovastu tindarnar í altjóða kapping í inniróðri. 

Okkara rógvarar hava skarðað framúr og víst serstakliga góð avrik. Bæði fyriskiparar, luttakarar og áskoðarar hava eygleitt og fagnað okkara dugnaligu rógvarum, sum fyrimyndarliga hava prógvað, at tað við áræði og miðvísari venjing er møguligt at røkka nærum óhugsandi málum.

Tíðirnar hjá Føroysku rógvarunum eru niðanfyri:

Sára Maria Johansen 7:11.3
Vár G. Hansen 7:18.0
Zoe E. Dickson 7:30.7
Mattias Durhuus 6:12.0
Sarita Kristina Hansen 7:24.0

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2023

69 Leygardagur 04. mars 2023

Føroyskir heimsmeistarar í inniróðri

Føroysku rógvararnir kappaðust leygardagin á 500 metrum í HM í inniróðri í Toronto

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroysku rógvararnir kappaðust leygardagin á 500 metrum í HM í inniróðri. Úrslitini tala fyri seg, og føroysku rógvararnir hava enn einaferð prógvað, at teir eru millum heimsins bestu.

Byrjað var kl 12, og longu tá fingu vit tveir heimsmeistarar og eitt flott 3. pláss. 

Vár G. Hansen og Sára Maria Johansen róðu í bólkinum 21-22 og Vár legði hart út og vann bólkin sannførandi. Sára Maria róði seg til eitt flott 3. pláss og setti somuleiðis persónligt met.

Zoe E. Dickson róði í bólkinum 21-22 lættvekt. Zoe róði ein sannførandi róður og gjørdist heimsmeistari.

Mattias Durhuus róði í bólkinum 17-18 ár, og aftur her fingu Føroyar ein heimsmeistara. Mattias setti somuleiðis persónligt met.

Sarita Kristina Hansen og Elsa Magnussen róðu í lættvekstbólkinum 23-39 ár. Í harðari kapping megnaði Sarita eitt flott 2. pláss. Elsa róði fyri fyrstu ferð í lættvektsbólkinum og bleiv nr. 5.

Tíðirnar hjá Føroysku rógvarunum eru niðanfyri:
Vár G. Hansen 1:32.0
Sára Maria Johansen 1:34.1
Zoe E. Dickson 1:40.7
Mattias Durhuus 1:18.8
Sarita Kristina Hansen 1:38.6
Elsa Magnussen 1:41.1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2023

70 Leygardagur 04. mars 2023

Kappróðrarfelag sett á stovn í Hvalba

Sjey fólk eru í fyrstu nevndini hjá felagnum. Hvalbiar Sóknar Kappróðrarfelag (HSK) skal hava búmerki og navn til bátin, sum er latin felagnum

Stovnandi aðalfundurin hjá kappróðrinum í Hvalba var mikudagin, og skjótt fer ein kappróðrarbátur at síggjast her (Mynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Áhugin at rógva kapp er vaksandi ymsastaðni í landinum, og nú eru trý virkin feløg í Suðuroynni. Hvalbiar Sóknar Kappróðrarfelag, HSK, verður lagt afturat Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Vágs kappróðrarfelag.

Suðurrás skrivar, at stovnandi aðalfundurin hjá kappróðrinum í Hvalba var í gjár, at viðtøkurnar blivu einmælt samtyktar, og ein nevnd varð vald, fer at skipa seg komandi dagnarnar.

Í nevndina komu: Rúni Thomsen, Brandur Rúnason, Nóa Thomsen, David Thomsen, Jón Thomsen, Martin Berg og Amy Thomsen.

- Á fundinum bleiv tað eisini samtykt, at nýtt búmerki skal gerast til felagið, og at báturin, sum er latin felagnum, skal eisini hava nýtt navn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2023