Leygardagur 18. mars 2023 | Nr. 11 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 2
SíÐa 11
SíÐa 24
SíÐa 6
SíÐa 40
SíÐa 34
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Nú tað ikki hendir tað heilt stóra í løgtingi, eins og vit gjørdu vart við í seinastu oddagrein her á staðnum, so er tað gott, at vit hava okkurt annað at øsa okkum, soleiðis reint politiskt.
Her verður hugsað um sendingarnar í Kringvarpi Føroya, har ljós verður varpað á politisku søgu Føroya.
Súni Merkistein er ein framúr søguforteljari, tað vita vit frá einum ótali av sendingum og sendirøðum, hann hevur gjørt frammanundan. Og tað er eisini ein sjálvfylgja, at ein berandi mentanarstovnur sum Kringvarp Føroya varpar ljós á føroyskan politikk, nú tað eru liðin 75 ár síðan lógin um heimastýri varð sett í gildi í Føroyum.
Men sendingin tykist at hava loypt split í fólkið, um hugt verður eftir kjakvirkseminum á sosialum miðlum og aðrastaðir.
Og júst sum tær báðar sendingarnar hava víst, so verður sundurlyndið millum føroyingar eisini her lagt út á blik her. Fullveldisfólk halda sendingarnar vera framúr – heimastýrisfólk halda hana vera fullveldispropaganda.
Veruleikin liggur onkrastaðni herímillum. Søgan er hegnisliga fortald við áhugaverdum myndum og kollasjum og onkrum óvæntaðum niðurstøðum eisini. Men tað koma eisini fram atfinningar, sum eru viðkomandi.
Ein viðkomandi kritikkur kundi verið, at søgan verður fortald av leikmanni. Einum dugnaligum frásøgumanni, men ikki einum -frøðingi. Og tað kann vera sera vandamikið, tá tað er eitt so eldfimt, ið verður viðgjørt.
Súni Merkistein stendur, sambært rullitekstunum, einsamallur at hava lagt til rættis, skrivað handritið og lisið upp. Tað framgongur ongastaðni hvørja serfrøðiliga hjálp hann hevur leitað sær fyri at siga søguna. Og vit hava ein illgruna um, at hann heldur ikki hevur brúkt slíka hjálp.
Í fyrstu sending var tað – umframt søguligu gjøgnumgongdina – kolonialisma, sum var evni. Ógvuliga áhugaverdur vinkul, serliga at hoyra fyrrverandi forsætisráðharran siga, at hann ongantíð hevði fatað heimland sítt sum eitt hjálandaveldi.
Onnur sending snúði seg fyri stóran part um, hvussu Danmark hevur handfarið Grønland í heimastýrisskipanini, og tær misgerðir, sum danir hava framg móti grønlendingum. Áhugavert eisini, men hesi viðurskiftini hava onki við okkara politisku støðu, og heldur ikki Føroya støðu í ríkisfelagsskapinum at gera. Viðgerðin var tí óviðkomandi í hesum samanhanginum.
Í staðin var farið heldur lætt um evni, sum áttu at havt týdning fyri viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og okkara sjálvsfatan. Her verður eitt nú hugsað um bankakreppuna og læknastríðið í fimmtiárunum, og hvønn týdning hesar hendingar høvdu fyri politikkin.
Søgan um Stauning, sum í 1930 ikki vildi góðtaka føroyska studentaflaggið undir liðini á hinum tjóðarfløggunum á Tingvøllum, og eftirfylgjandi øsingin á Vaglinum á ólavsøku, sum endaði við at danabrók varð kvett, fekk umrøðu. Men onki varð nevnt um bumbuna, ið varð løgd undir tinghúsið í 1946 og helst ætlað at skaða tingbólk Javnaðarfloksins. Hvussu kunnu lótir hjá uppøstum unglingum á ólavsøku hava størri týdning enn ein hending, ið søguliga kemur nærmast yvirgangi móti føroysku politisku skipanini?
Eitt minni mistak í seinnu sendingini skal eisini nevnast. Óli Breckmann fortelur um hvussu fólkafloksløgmaðurin sat við skegginum í postkassanum, eftir at ein av hansara fólkum ikki vildi atkvøða fyri einum máli. Og Tjóðveldi harvið fekk prógv fyri, at “Fólkaflokkurin ikki torir loysing”. Men vit hyggjarar fingu onki at vita, hvat tað var fyri ein hending og hvønn sipað varð til.
Og so er tað sjálvandi brúkið av keldum og eygnavitnum at siga søguna í sendingini. Her hevur Súni Merkistein veruliga givið heimastýrisfólkum lóður til øsing.
Í aðru sending vóru brúktar upptøkur av trimum, vit kunnu kalla tað núlivandi, monnum, ið vóru gjørdar til hesar sendingarnar. (Burtursæð frá -frøðingum av ymsum slag).
Ein teirra er longu nevndur, Óli Breckmann, altíð fróður við góðum søgum. Hóast hann telist millum argastu andstøðingar til Tjóðveldisflokkin, so vildi tað verið skeift at sagt, at hann var við fyri at verja “sambandsvongin”.
Hinir báðir vóru Magni Arge og Carl Jóhan Jensen. Tveir mans, ið eru sera vitandi og dugnaligir á sínum økjum, men teir eru fyrst av øllum agitatorar hjá fullveldisvonginum. Skuldi Merkistein leita eftir mótpolunum teirra á heimastýrisvonginum, hevði hann verið noyddur at farið eftir Virgari Dalsgarð og Johan Petersen, men tað ger hann neyvan.
Ongin “núlivandi” fortalari fyri heimastýrissíðuna var við í sendingini, og tað var eitt mistak, ið ikki átti at komið fyri.
Sølan er økt og úrslitið betrað í fjør. Nettosølan hjá MEST samtakinum var 447,0 milliónir krónur og hevði felagið eitt avlop uppá 22,9 milliónir eftir skatt. Talan er um framgongd á øllum virkisøkjum
Sølan er økt og úrslitið betrað í fjør. Nettosølan hjá MEST samtakinum var 447,0 milliónir krónur og hevði felagið eitt avlop uppá 22,9 milliónir krónur eftir skatt. Talan er um framgongd á øllum virkisøkjum. Í MEST samtakinum starvast 463 starvsfólk og eru harav 76 lærlingar. Leiðslan er nøgd við úrslitið.
Seinastu árini hava hilnast væl hjá MEST, sum er ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningini á 121,3 milliónir krónur og einum soliditeti á gott 50 prosent.
Fyrsti elrikni arbeiðsbáturin í Føroyum
Ein avbjóðandi verkætlan í fjør var at byggja og handa eina 100 prosent eldrivna tvíkilju. Alt arbeiðið var framt í Føroyum.
MEST hevur fingið nógvar royndir av hesi verkætlan, og gevur hetta áræði til at átaka sær framkomnar uppgávur framyvir. Grøna tvíkiljan hevur vakt ans uttanlands, og hevur hon fingið nógva umtalu í altjóða fjølmiðlum.
Burðardygd stóran týdning
MEST hevur sett sjóneykuna á burðardygd fyri at tryggja, at MEST økir um virksemi á ein burðardyggan hátt. Burðardygd verður hugsað inn í uppgávurnar, og hvussu arbeiðið verður lagt til rættis. Í hesum sambandi hevur MEST sett serfrøðing, sum burturav skal samskipa, at burðardygd er ein partur av fyritøkuni og virkseminum.
Nýggja turrdokkin
Arbeitt verður áhaldandi ímóti, at fáa nýggja størri turrdokk.
Nýggja turrdokkin verður staðsett beint norðanfyri verandi turrdokk á Skála. Dokkin verður 150 metrar long, 30 metrar breið og 12 metrar djúp. Turrdokkin verður gjørd til nýggja ættarliðið av størri skipum í vinnuni, sum longu eru bygd og sum koma til landið komandi árini. Verandi turrdokk er ov lítil at taka ímóti hesum skipum.
Tilgongdin er tengd at einum neyvum samstarvi við myndugleikarnar og eru neyðugu loyvini við at verða komin undir land.
MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar í Havn og á Skála, framleiðsluútgerð í Runavík, arbeiði við millum annað vindmyllum á landi runt um í Føroyum og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi.
- Kappingin er hørð, og leggja vit okkum alsamt eftir at styrkja okkara tænastustøði. Samstundis er avgerandi, at vit fáa nýggju dokkina klára fyri at standa okkum í kappingini. Vit fegnast um, at okkara átøk bera ávøkst, og alsamt fleiri kundar velja MEST sum veitara, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2023
Føroya Óðalsfelag hevur frætt frá stúrnum limum, sum hava kent seg trýstan til at skriva undir uppá formligar avtalur, sum geva uttanífrákomandi áhugamálum atgongd til teirra jørð og náttúrutilfeingi
Á stýrisfundi hjá Óðalsfelagnum í Mikladali farna vikuskifti, var m.a. eitt innkomið mál til viðgerðar, um sterkar aktørar sum leggja trýst á ognar- og avgerðarrættin.
Føroya Óðalsfelag hevur frætt frá stúrnum limum, sum hava kent seg trýstan til at skriva undir uppá formligar avtalur, sum geva uttanífrákomandi áhugamálum atgongd til teirra jørð og náttúrutilfeingi.
Eitt nú alifeløg, orkufeløg, ferðavinnu-aktørar og kommunur, sum í skundi vilja undirskriva bindandi sáttmálar við einstøk ognarfólk ella heilar hagapartar, um atgongd til vatn, lendi, strendur, ferðavinnuupplivingar, v.m, skrivar Óðalsfelagið í fráboðan.
- Kemur tykkara hagi í hesa støðu, mælir Óðalsfelagið tykkum til at vera á varðhaldi, og ikki at skriva undir uppá nakað í óðum verki, ljóða boðini.
- Ikki skriva undir uppá nakað, fyrr enn tit hava fingið nøktandi uttanveltaða ráðgeving, og vissa tykkum um at avtalurnar ikki gera seg inn á tykkara ognar – og avgerðarrætt.
Felagið sigur, at løgfrøðingarnir hjá Óðalsfelagnum eru til reiðar at vegleiða limirnar um, hvussu ognir og áhugamál verða tryggjað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2023
Sera nógv fólk komu á gátt, tá skipað var fyri móttøku í hølinum hjá Bláa Krossi farna fríggjadag
Fríggjadagin 10. mars var móttøka í høluninum hjá Bláa Krossi, Hollywood í Niels Finsens gøtu í Havn, í samband við at Petur Jákup Petersen, vanliga kallaður Dakko, fór frá sum aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya, og Edva Jacobsen tók við sum nýggjur aðalskrivari.
Sera nógv fólk komu á gátt at heilsa upp á tey bæði.
Formaðurin í Bláa Krossi Føroya, Sverri Steinhólm, greiddi frá virkseminum hjá felagsskapinum, og vísti m.a. avrikini, sum Dakko hevur fingið av skafti síðstu seks árini, hann hevur verið aðalskrivari. Eisini ynskti formaðurin Edvu Harrans signing í arbeiðinum, sum stendur henni fyri framman.
Umframt hetta bar leiðslubólkurin í Bláa Krossi Føroya eisini fram eina røðu, har tey takkaðu Dakko fyri sera gott samstarv. Dakko og Edva fingu eisini høvi at flyta fram røðu, har Dakko takkaði fyri tíðina sum aðalskrivari, og Edva takkaði fyri álitið, ið henni nú er litið upp í hendi.
Eftir hetta var orðið frítt, har m.a. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Jógvan Fríðriksson, biskupur, førdu fram røðu. Bárður Á Lakjuni og Tórfríð Tavsen framførdu eisini nøkur løg.
Blái Krossur arbeiðir fyribyrgjandi og veitir serkøna hjálp til tey, sum eru rúsbundin, og teirra avvarðandi. Harumframt hevur Blái Krossur umfatandi sjálvboðið arbeiði kring landið. 28 starvsfólk eru í føstum starvi og áleið 400 sjálvboðin hjálparfólk eru kring alt landið.
Fráfarandi skrivarin hjá Bláa krossi, Petur Jákup (Dakko) Petersen (Mynd: Blái krossur)
Bispur flytir fram røðu (Mynd: Blái krossur)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2023
Høvuðskokkurin er nýggjur, so nú verður borðreitt og ræsað við støði í meksikanskum arvi
Matstovan Ræst í Nýggjustovu í Gongini í Havn, sum hevur verið afturlatin í vetur, letur uppaftur 4. apríl.
Men tað verður í nýggjum hami og við nýggjum meksikanskum høvuðskokki.
Ræst er jú tann týdningarmesti smakkurin í matmentan føroyinga. Ræst er ein serstakur, skarpur rámi, ið stavar frá tí gamla mátanum at heingja kjøt og fisk upp at ræsa og turka uttandura.
Matstovan Ræst, sum er systurmatstova hjá Koks og Roks, leggur dent á at brúka og vísa føroyska siðvenju greipaða við og í sameining við nýmótans rák úr ymsari matmentan. Við altjóða tilfari, mentanarligum mannagongdum og gomlum matgerðarsnildum, leggja høvuðskokkurin Sebastian Jimenéz og hansara toymi dent á at styrkja handfaringina av ræsing við støði í hansara meksikanska arvi.
Høvuðskokkurin Sebastian Jimenéz og høvuðssommelier Karin Visth hava fínkað ta listarligu sameiningina av altjóða matmentan og fornari matsiðvenju í Føroyum við gjølla útvaldum drykkjuvørum frá góðkendum og burðardyggum framleiðarum um allan heim.
- Í okkara søguliga umhvørvi finnur tú satt søguligt trúvirði og nýgerð samansveisað undir sama taki, sigur matstovan í tíðindaskrivi.
Og Sebastian Jiménez, høvuðskokkur, sigur tað soleiðis:
- Eg eri meksikanskur kokkur, og tað er avgjørt ein feril av Meksiko í okkara siðbundnu føroysku matgerð í Ræst. Ræst skal umboða mínar royndir í matgerð saman við tí, eg havi lært, meðan eg havi búð í Føroyum og arbeitt á Koks.
Sebastian hevur arbeitt í køkum um allan heimin, síðani hann var 17 ára gamal. Hann hevur havt sína egnu støkkuppmatstovu, Cocina Ocho – eitt stað við íblástri úr hansara egnu rótum og matmentan.
Tá ið hann var 21, fekk hann møguleika at byrja og mynda hugtakið latínamerikanskur køkur í Dubai. Hetta gjørdi, at hann varnaðist enn fjølbroyttari matmentan í londum sum Teilandi, Indonesia, Fraklandi, Niðurlondum, Russlandi og at enda í Føroyum.
Síðani 2019 hevur Sebastian verið partur av Koks-toyminum. Í 2022 umboðaði hann Føroyar í kappingini hjá S.Pellegrino akademinum fyri ungar kokkar í Norðurevropa og vann virðislønina, kallað “Vit elska fína matgerð og tankavekjandi mat”.
Sebastian hevur nú gjørt av at brúka sínar fjølbroyttu royndir til at reka køkin í Ræst.
Umframt Sebastian Jimenéz, høvuðskokk, og Karin Visth, høvuðssommelier, er Sidsel Vita, matstovuleiðari og somelier í Ræst.
Matstovan borðreiðir við eini matskrá, sum kostar 1.400 krónur. Aftur at matskránni er ein røst alkoholsameining fyri 950 krónur ella ein røst alkoholfrí sameining fyri 550 krónur.
Ræst verður í hesum umfarinum opin frá 4. apríl til 30. september 2023.
(Mynd: Durita Pætursdóttir Christensen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2023
Stjórin í JT Electric hevur upp á stutta tíð vent gongdini í fyritøkuni til metstórt yvirskot
Suni Justinussen, stjóri í JT Electric, varð í gjár kosin ársins leiðari innan tað privata vinnulívið.
Suni Justinussen hevur sum stjóri í JT Electric upp á stutta tíð vent gongdini í fyritøkuni frá einum undirskoti upp á 5 milliónir til slakar 18 milliónir krónur í avlopi í fjør.
Hetta hevur eydnast við nútímans leiðsluhátti, har hann strategiskt hevur fokusera virksemið í fyritøkuni, skipað leiðslubygnaðin á ein skynsamana hátt við nýggjum leiðslutoymi, og skapt eina framfýsna virkismentan við virðing fyri søguliga upprunanum.
Leif Abrahamsen (Mynd: AV Lux / Synergi)
Faglig tyngd og stóra virðing
Innan tað almenna øki, vatð Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, kosin ársins leiðari.
Leif Abrahamsen er gamal í garði sum leiðari, tí hann byrjaði sum leiðari á Gjaldstovuni í 1991. Drúgvu leiðsluroyndirnar hava givið honum fakliga tyngt og stóra virðing millum manna og í politiksu skianini í stovnur hansara virkar í.
Samstundis er hann strategiskt framskygdur og framsøkin í sínum virki har hann millum annað hevur sett stóru verkætlanina talgildu Føroyar í verk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2023
Tað sum serliga sermerkir JT Electric er, at sølan uttanfyri landoddarnar nú er 61 prosent. 17,9 milliónir krónur lógu eftir á botnlinjuni í fjør
Tá øll høvdu fingið sítt, lógu 17,9 mió.kr. eftir á botnlinjuni fyri árið 2022 hjá JT Electric.
Tað sum serliga sermerkir JT Electric er, at sølan uttanfyri landoddarnar nú er 61 prosent.
Í 2022 hátíðarhelt JT Electric 50 ára dagin, síðani Jóannes Thomsen stovnaði fyritøkuna í 1972.
Felagið hevur ment seg almikið síðstu árini. Frá at verað ein lokal el-innleggjara fyritøka, er fyritøkan í dag ment og vaksin til eina føroysk fyritøka sum virkar í altjóða kapping, við menning av vørum, framleiðslu og sølu og tænastu til serliga útlendsku og føroysku alivinnuna umframt til fiskivinnuna.
Av vørum, sum JT Electric hevur ment síðstu árini kann nevnast trolkamera, ljósskipanir, fóðurskipanir og kameraskipanir til alivinnuna, umframt at felagið eisini byggir fóðurskip til alivinnuna í Polandi.
JT Electric hevur í dag munandi virksemið ígjøgnum dótturfeløg bæði í Skotlandi og í Polandi, og er líka so nógv ein altjóða fyritøka, sum í dag kappast við útlendskar veitarar á marknaðinum.
Rakstrarroknskapurin
Roknskapurin hjá JT Electric vísur, at bruttovinningurin vaks 5 milliónir krónur ella 18,6 prosent til 32,3 milliónir krónur í 2022.
Starvsfólkaútreiðslurnar hinvegin hava verið støðugar, og vóru 14,4 milliónir krónur í 2022, sum er nærum tað sama sum undanfarna árið.
Úrslit áðrenn avskrivingar, Ebitda, øktist úr 11,8 milliónum í 2021 til 14,3 milliónir krónur í 2022. Ein vøkstur á heili 20,9 prosent.
Fíggjarligu inntøkurnar hjá felagnum í 2022 vóru 7 milliónir krónur, sum er ein vøkstur á 1,5 milliónir. Hetta eru inntøkur frá dótturfeløgum.
Ársúrlitið eftir skatt gjørdist 17,9 milliónir krónur í 2022, sum eru 3,5 milliónir ella 24,1 prosent betur enn ársúrslitið í 2021, sum var 14,4 milliónir krónur.
Fíggjarstøðan
Fíggjarjavnin hjá JT Electric var í 2022 í alt 122,7 milliónir krónur, sum er ein rímuligur vøkstur í mun til 2021 tá fíggjarstøðan var 105,4 milliónir.
Av serligum postum, sum eru øktir á ognarsíðuni í 2022 kunnu nevnast, vørugoymslurnar við 4,5 milliónum krónum., vøru- og tænastuáogn við 3,4 milliónum og áogn frá atknýttum feløgum, 8,6 milliónir krónur.
Eginpeningurin hjá JT Electric var við ársenda 2022 samanlagt 80,8 milliónir krónur. Talan er tí um eina fíggjarliga sterka fyritøku, 65,9 prosent, sum má metast at vera gott.
Langfreistaða skuldin hjá felagnum var 15,6 milliónir í 2022, sammett við 20,1 milliónir í 2021. Tískil er 4,5 milliónir krónur goldnar niður uppá skuld í árinum.
Gjaldførið hjá JT Elecric var rímuligt gott í 2022 , tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 159 prosent í 2022 samanborið við 142 prosent í 2021.
Samanumtikið er tað okkara niðurstøða, at roknskapurin hjá Pf. Jóannes Thomsen var stak góður fyri 2022, umframt at gongdin síðstu fimm árini somuleiðis hevur verið góð og vaksandi. Felagið er væl fyri fíggjarliga til at taka ímóti framtíðar avbjóðingum. Leiðslan metir at útlitini fyri 2023 eru góð.
Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 7,5 milliónir krónur av sum vinningsbýti til eigararnar.
Høvuðspartaeigarin av Pf. Jóannes Thomsen (JT Electric) er Spf. Skrínið, sum er dótturfelag hjá Pf. Tjaldur. Sambært Skráseting Føroya eigur Skrínið 78 prosent av Pf. Jóanes Thomsen.
Stjóri í JT Electric er Suni Justinussen. Nevndarformaður er Janus Thomsen.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2023
Skálkur yvirtekur klædnahandilin Urbane á Biskupstorgi í Klaksvík
Klædnahandilin Urbane á Biskupstorgi í Klaksvík verður skjótt søga. Skálkur hevur keypt handilin.
- Skálkur fer framhaldandi at selja mannfólkaklæðir, og hetta fer sjálvandi at síggjast aftur í merkjunum, ið framyvir verða at fáa í handlinum, skrivar Urbane á Facebook.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sagt verður, at næstu 14 dagarnar ber til at gera kvettið, tí øll vøra verður seld við 50 prosent avsláttri.
- Vit ynskja at takka øllum okkara viðskiftafólkum, sum hava tikið so væl ímóti okkum og takka fyri tíðina á Biskupstorgi, skrivar Urbane.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2023
Maskinhandilin, sum Spf. Skálafjarðar Málingahandil við Hilmari Nielsen saman við Niels Jacob Nielsen og Petur Olaf Rasmussen higartil hava átt, hava gjørt avtalu við Pf. Kemilux
Maskinhandilin, sum Spf. Skálafjarðar Málingahandil við Hilmari Nielsen saman við Niels Jacob Nielsen og Petur Olaf Rasmussen higartil hava átt, gjørdu fríggjadagin avtalu við Pf. Kemilux.
Avtalan merkir, at Pf. Kemilux er vorðin meirilutaeigari í Spf. Maskinhandlinum í Saltangará, meðan Skálafjarðar Málingahandil framyvir verður minnilutaeigari.
Debes Petersen, stjóri í Pf. Kemilux og nú eisini stjóri í Spf. Maskinhandlinum sigur, at Maskinhandilin passar væl inn í framtíðarætlaninar hjá Kemilux, har handilin røkkur vinnukundum og privatkundum kring alt landið.
Maskinhandilin er ein fyritøka, sum hevur havt eitt dygdargott vøruúrval og eina góða tænastu í Eysturoynni. Vit ynskja at økja og betra um vøruúrvalið, eisini við vørum frá Kemilux, umframt at vit ynskja at betra okkara tænastu til kundar kring alt landið, sigur Kemilux.
Í næstum kemur Maskinhandilin at seta nýggjan handilsleiðara, sum saman við leiðsluni skal menna um framtíðar úrvalið og tænastustøðið hjá handlinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2023
Meira tilfar er kunngjørt um Tjóðleikhús Føroya, sum skal byggjast á Bursatanga
- Tjóðleikhús Føroya skal verða bankandi hjartað í bæði býi og tjóð.
Orðini eru føgur tá Landsverk umrøður nýggja tjóðleikhúsið, sum skal byggjast við Bursatanga.
Tjóðleikhús Føroya skal vera ein mentanardepil, ið er tilvitaður um samskifti og samspæl við umheimin. Her skulu avbjóðandi samfelagsevni takast upp, og húsið skal bjóða til samskifti og kjak um týdningarmikil evni - millum áskoðarar, listafólk, útbúgvingar og granskingarstovnar, skrivar Landsverk í sambandi við at bóklingur er gjørdur um nýggja tjóðleikhúsið.
Tað skal spegla bæði fortíð og framtíð – og soleiðis gera okkum meiri tilvitað. Um okkum sjálv. Um samfelagið. Og um tann heimin, vit eru partur av.
Fyri at mennast og trívast er tað jú neyðugt við list á høgum støði, sum bjóðar okkum av. Sum skapar og flytir sjálvsfatan okkara.
Lívsgrundarlagið, samleikin, ja, sjálv tilvera okkara, byggir jú á mentanina.
Tjóðleikhús Føroya skal fyrst og fremst verða grundarlagið undir føroysku yrkislistini á palli.
Men tað skal eisini verða opið fyri altjóða og norðurlendskum samstørvum, gestasýningum, turné-teatri og fríyrkisbólkum, áhugaleiklist, kvøldskúlum og ungdómsskúlum.
Umstøðurnar skulu hava eitt støði, ið tryggjar kongaligum leikhúsum nøktandi umstøður.
Tað skal verða eitt vakstrarhús fyri ungar teaturspírar, ið hava hug at trína inn á pallin og gerast yrkisfólk.
Nýggja Tjóðleikhúsið skal styrkja og savna landsins leiklist. Tað skal verða ein partur av einum skapandi umhvørvi, ið elur fram virði og vøkstur – bæði í og uttanfyri húsið.
(Mynd: Landsverk)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2023
Hon tekur yvir eftir Ásmund Guðjónsson, sum seinastu átta árini hevur verið stjóri
Halla Nolsøe Poulsen er 45 ára gomul og útbúgvin Cand.Scient.Pol. frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og hevur harumframt útbúgving í projektleiðslu.
Halla hevur síðstu trý árini verið sendikvinna á føroysku sendistovuni í Reykjavík. Innan tað hevur hon m.a. verið seniorráðgevi í Norðurlandaráðnum í átta ár, verið fulltrúi á løgmansskrivstovuni, og fulltrúi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, við ábyrgd fyri luttøku Føroya í norðurlendska samstarvinum.
Ásmundur Guðjónsson hevur verið stjóri seinastu átta árini. Hansara kontrakt gongur út í summar.
Halla Nolsøe Poulsen byrjar í starvinum 1. september.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2023
Hann skal eitt nú ráðgeva vinnugreinafeløgunum Havbúnaðarfelagið, Føroya Ráfiskakeyparafelagi og Sjóvinnufelagið. Øssur er útbúgvin Cand.merc.aud, og hevur seinastu árini starvast sum ráðgevi í Bank Nordik
Øssur Dalbúð er fyri stuttum settur og eisini byrjaður í starvinum sum ráðgevi í Vinnuhúsinum. Hesum boðar industry.fo frá.
- Uppgávurnar hjá Øssuri í Vinnuhúsinum verða ymiskar. Hann kemur eitt nú at ráðgeva vinnugreinafeløgunum Havbúnaðarfelagið, Føroya Ráfiskakeyparafelagi og Sjóvinnufelagið.
Hartil skal 33-ára gamli ráðgevin millum annað eisini ráðgeva um uttanlandshandil, umfram at hann kemur at umsita annað innan hetta økið.
Øssur M. Dalbúð er millum annað kendur fyri sína tíð sum fótbóltsspælari í fremstu røð í Føroyum. Hann er útbúgvin Cand.merc.aud og hevur seinastu árini starvast sum ráðgevi í Bank Nordik.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2023
Tvey ára treytaleysa fongulsrevsing fyri tvær neyðtøkur
Ein 26 ára gamal maður var ákærdur fyri at hava neyðtikið tvær kvinnur – eina í desember 2018 og hina í november 2019. Harumframt var maðurin ákærdur fyri at hava framt harðskap móti tí einu kvinnuni í einari aðrari hending fyrr um dagin.
Maðurin, sum noktaði seg sekan, bleiv í Føroya Rætti dømdur 1 ár og 8 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Hendan revsingin bleiv í Eystara Landsrætti í gjár herd til tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing, sum eisini var kravið hjá ákæruvaldinum.
Í metingini av revsingini legði Eystari Landsrættur m.a. dent á, at talan var um neyðtøkur, sum vóru framdar við harðskapi. Neyðtøkurnar vóru framdar, áðrenn revsingin fyri neyðtøku varð hækkað í juni 2022, og revsingin tekur tí útgangsstøði í gomlu rættarstøðuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2023
Bankarnir fáa ikki fleiri umbønir um skáa og trotini eru ikki størri enn tey plaga at vera
Hóast stóra prísvøksturin seinastu mánaðirnar, eru føroysku húsarhaldini sum heild væl fyri fíggjarliga. Inflasjónin og renturnar hava verið lágar seinasta áratíggju, samstundis sum lønirnar eru øktar, og tað merkir, at húsarhaldini hava fingið ein reallønarvøkstur. Økta inflasjónin hevur tó minkað um henda reallønarvøkstur síðani á sumri 2021
Tað skrivar Landsbanki Føroya í síni nýggjastu uppgerð yvir lønargongdina.
Seinastu níggju árini hava føroysku húsarhaldini harumframt økt um uppsparingina í føroysku bankunum; innlánini eru økt 60 prosent í tíðarskeiðinum frá árslok 2013 til árslok 2022.
Føroysku peningastovnarnir siga eisini frá, at húsarhaldini ikki biðja um skáa í størri mun enn vanligt, og at trotini ikki eru størri, enn tey plaga at vera. Tó slepst ikki undan, at summi húsarhald, sum longu frammanundan høvdu ilt við at fáa endarnar at røkka saman, eru komin í eini uppaftur verri fíggjarligari støðu við seinastu prís- og rentuhækkingunum.
- Verður almennur stuðul latin fíggjarliga sperdum familjum, eigur hann at vera miðvísur og avmarkaður til einans at røkka teimum, ið tørva stuðul, og hann eigur at vera fíggjaður, skrivar Landsbankin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2023
Heiðrarnir Ársins ambassadørur, ársins ambassadørátak og serligur heiður vóru latnir
Á hátíðarhaldi fyri ambassadørum hjá Visit Faroe Islands á Tjóðsavninum í Brekkutúni hósdagin 16, mars vórðu heiðrar latnir Ársins Ambassadøri, Ársins Ambassadørátaki og ein Serligur heiður.
Ársins Ambassadørur gjørdist Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling, fyri stóru ráðstevnuna Sealice. Heiðurin fyri Ársins Ambassadørátak fekk Marnar Fríðheim Kristiansen fyri ANCR Symposium, sum snýr seg um krabbameinsskráir. Ársins serligi heiður fór til Eydnudeildina fyri Eydnu Cup, sum varð hildin á fyrsta sinni í páskavikuni í fjør.
Ambassadørnetverkið, sum varð stovnað 18. mars 2016, telist umleið 150 fólk. Tey sita øll í altjóða nevndum og feløgum, sum hava møguleika fyri at fáa fundir og ráðstevnur til Føroya.
Vinnuferðandi leggja nógvan pening eftir seg, og eru tey, sum í stóran mun eru innandura og nýta hotel og ráðstevnuhøli um dagarnar. Eisini ferðast tey ofta um heystið, veturin og várið og eru tí bara til gagns fyri alla ferðavinnuna.
Incredible Impact
Á Ambassadørdegnum var vitjan av Dr. Rob Davidson frá fyritøkuni Mice Knowledge. Harumframt er hann granskari, nógv nýttur fyrilestrarhaldari og undirvísari á fleiri universitetum í Europa. Hann tosaði millum annað um týdningin av, at ráðstevnur hava eina breiðari ávirkan á eitt land og ein bý, soleiðis at hon ávirkar positivt.
Eitt gott dømi um hetta er ráðstevnan 'Football is Medicine', sum var í Føroyum í januar 2020. Hendan ráðstevnan fekk stórfingna virðisløn fyri sítt 'Incredible Impact' á heimsráðstevnuni fyri ráðstevnur í Krakow í november í fjør.
May-Britt Skorðadal hevði eisini eina framløgu um júst hesa ráðstevnu á degnum, og hvussu hon enn hevur eitt ‘impact’ / ávirkan.
Ítrótturin skarar framúr
Á degnum verður altíð varpað ljós á avrikini hjá ambassadørunum í farna ári. Ítrótturin við øllum sínum mongu kappingum skarar framúr, har Fótbóltssambandið stendur fyri um einum fjórðingi av øllum, sum Ambassadørnetverkið í felag dregur inn til Føroya. Teimum á baki kom Flogbóltssambandið við serstakliga stórum virksemi í fjør og síðani Hondbóltssambandið og annar ítróttur.
Ráðstevnur
Ráðstevnuárið 2022 var eisini eitt gott ár. Ein stór orsøk til hetta var, at fleiri ráðstevnur vóru útsettar undir koronu og vóru tískil í 2022. Harímillum var 'Sea Lice' ráðstevnan hjá Fiskaaling ein av hesum.
Hæddarpunktið á degnum var sjálvsagt heiðrarnir, har ársins ambassadørur og ársins ambassadørátak vórðu kosin, umframt at eitt serligt heiðursbræv bleiv handað. Tað vóru umboð fyri Atlantic Airways, Tórshavnar Kommunu og Visit Faroe Islands, ið valdu ársins ambassadør og ársins ambassadørátak, og sum valdu at lata serliga heiðursbrævið. Tað var Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Kommunu, sum handaði heiðrarnar á kvøldinum.
(Mynd: Visit Faroe Islands)
Ambassadør: Jóhanna Lava Køtlum frá Fiskaaling
Grundgeving frá Dómsnevndini:
Jóhanna Lava Køtlum er stjóri á Fiskaaling og hevur drigið stóru ráðstevnuna 13th International Sea Lice Conference til Føroya. Ráðstevnan varð hildin 9-13 mai í 2022, men átti at verið hildin 2 ár frammanundan. Seinkingin var sjálvandi orsakað av koronu. Jóhanna saman við Fiskaaling loftaði longu koronu bíðitíðini við at skipa fyri væleydnaðari ráðstevnu á netinum í september 2021, har fleiri enn 800 fólk luttóku, og har møguleiki var fyri at bera fram granskingarúrslit.
Á stórslignu ráðstevnuni, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í fjør, vóru 240 luttakarar. Hetta stóra tal skal síggjast í ljósinum av, at korona enn var útbreitt, og at fleiri fólk hava verið á teirra Youtube kanal og hugt eftir fyrilestrum.
At fáa føroyska gransking út í heim og at fáa altjóða gransking innan fiskaaling til Føroya er eitt av hennara aðalmálum, og hevur Jóhanna á henda hátt sett Føroyar á heimskortið hetta granskingarøki.
Ársins Ambassadørátak: Marnar Fríðheim Kristiansen
Grundgeving frá dómsnevndini:
Marnar Fríðheim Kristiansen fær heiðurin sum Ársins Ambassadørátak 2022 fyri ráðstevnuna Symposium of the Cancer Registries 2022, sum varð hildin á Hotel Føroyum. Ráðstevnan varð hildin 14-16 September og 155 luttakarar vóru til hana.
ANCR symposium er ein árlig afturvendandi ráðstevna, har gransking innan krabbameinsskráir í Norðanlondum verður løgd fram. Vanliga skiftur ráðstevnan ímillum Norra, Danmark, Svøríki, Ísland og Finland, men hesaferð var hon hildin í Føroyum. Hon hevur verið í Føroyum einaferð fyrr, fyri áleið 12 árum síðani, tá Danmark brúkti sítt tørn í Føroyum. Tað var eitt væleydnað tiltak, har nógv sera spennandi gransking varð løgd fram, og tað var møguligt at netverka við granskarar frá hinum Norðanlondunum.
Marnar var skjótur at koyra hondina upp, tá hann fekk møguleika fyri tí, og fekk ANCR symposiið til Føroya. Hann skipaði fyri eini spennandi ráðstevnu við einum góðum og djørvum sosialum programmi, har tey ma. Stevndu út í Nólsoyarfjørð við seglskipum og fingu galladøgurðan úti í Nólsoy.
Serligur heiður: Eydnudeildin fyri Eydnu Cup 2022
Grundgeving frá Dómsnevndini:
Serligi heiðurin verður í ár givin fyri eitt tiltak, sum á serligan hátt er fevnandi.
Eydnudeildin í Føroyum er ein framúrskarandi felagsskapur, ið er til gleði og íblástur fyri mong. Eydnu Cup 2022 var fyri fyrstu ferð hildin í Føroyum í Sundalagnum í Páskavikuni, og hevði umframt føroysku luttakararnar eisini eitt stórt tal av luttakarum úr Danmark.
Tað hevur ein ótrúliga stóran týdning, at øll hava sama møguleika fyri at íðka ítrótt og verða partur av einum felagsskapi. Tað er gott og fantastiskt at vinna í altjóða kappingum, men ítróttur snýr seg um so nógv annað. Um gleði, samanhald, virðing, stuttleika, vinarlag og kroppsliga heilsu.
Tað er gleðiligt, at børn sleppa at spæla í Eydnudeildini og eisini at kappast við onnur lond.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2023
Størsti ítróttarmedisinski felagsskapurin American College of Sport Medicine hevur valt vísindaligu greinina hjá Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiolog á Setrinum, og starvsfeløgum hansar sum Ársins grein 2022
Vísindaliga greinin hjá Magna Mohr og starvsfløgum hansara eitur “The Role of Muscle Glycogen Content and Localization in High-Intensity Exercise Performance: A Placebo-Controlled Trial”.
Professarin á Setrinum, ið eisini er fysiskur venjari hjá A-landsliðnum í fótbólti, hevur skrivað greinina saman við donsku Jeppe F Vigh-Larsen, Niels Ørtenblad, Joachim Nielsen, Ole Emil Andersen og Kristian Overgaard, og nú hevur hon vunnið altjóða heiður frá heimsins størsta ítróttarmedisinska felagsskapi.
Greinin varð almannakunngjørd í fjør í viðurkenda vísindaliga tíðarritinum, “Medicine and Science in Sport and Exercise”, og tað er ítróttarmedisinski felagsskapurin, “American College of Sport Medicine” (ACSM), sum umsitur tíðarritið, ið hevur valt hana til Ársins grein (Paper of the Year) í 2022.
- Við virðislønini fylgir altjóða miðling av úrslitunum, sum ACSM stendur fyri, ein peningaupphædd, umframt at Magni Mohr sum høvuðsrithøvundi sleppur at leggja verkætlanina fram á komandi ACSM-ráðstevnu, sum verður í Denver, USA í juni í ár.
Granskingarverkætlanin kannar, hvussu vøddaglykogen (sukurlagur í vøddakyknunum) ávirka kropslig avrik, mýllívfrøðiligar processir í kyknuni og vøddavirkni undir hørðum intervalarbeiði.
Magni Mohr sigur við heimasíðuna hjá Fróðskaparsetrinum, at henda verkætlanin er partur av eini størri verkætlan, har tey royna at vísa, hvussu vøddaglykogen mekanistiskt ávirkar vøddavirkni og serstakar processir í vøddakyknuni.
- Síðan miðskeiðis í 1960´unum hava vit vita, at mongdin av vøddaglykogeni hongur saman við kropsligum avrikum, men sjálv mekanisman er enn ikki prógvað, og slett ikki undir hørðum intervalarbeiði, sum minnir um liðítrótt.
Professarin, ið áður hevur vunnið altjóða heiðrar, sigur eisini, at at fáa greinina valda sum Ársins grein 2022 í hesum høpinum heldur han vera nakað serligt.
- ACSM er, sum sagt, nógv tann størsti vísindaligi ítróttarmedisinski felagsskapurin í heiminum. Felagskapurin varð stovnsettur í USA í 1954 av amerikanskum læknum og fysiologum, sum tá sóu tætta sambandið millum rørslu, heilsustøðu og sjúkuváða. Tað eru tey, sum upprunaliga hava skapt “Exercise as Medicine-hugtakið”, og tað eru tey, sum umsita tilmælini um kropsliga rørslu í USA, sum heilsumynduleikar sum WHO eisini velja at fylgja, og tey menna protokollir til, hvussu sjúklingar kunnu viðgerast við kropsligari venjing. Tí er tað ein serligur heiður, at okkara arbeiði er valt sum ársins vísindaliga grein ella granskingarverkætlan av júst ACSM-felagsskapinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2023
Hetta eru beint yvir 5.000 færri enn í fjør. Tað hongur saman við, at tað í mesta lagi kunnu fiskast 17.000 tons av gulllaksi samanlagt í føroyskum og skotskum sjógvi
Tað er nú gjørt av, hvussu stór gulllaksakvotan í føroyskum sjógvi skal vera í ár. Fiskivinnumálaráðið kunnger á heimasíðu sínari, at landsstýrismaðurin hevur ásett hana - partvíst eftir tilmælum frá ICES.
Kvotan er væl minni, enn hon var í fjør: Tá var gullaksakvotan 18.000 tons - í 2023 er hon 12.800.
Hendan minkingin hongur saman við tilmælunum frá ICES. Ráðgevandi stovnurin hevur mælt til, at tað verður fiskað 30 prosent minni í føroyskum sjógvi og vestan fyri Skotland samanlagt, enn tað var í 2022.
- Ásetta kvotan í 2023 leggur upp fyri tilmælinum frá ICES. Tað tilmælið er fyri gulllaksin í føroyskum sjógvi og gulllaksin vestan fyri Skotland undir einum. Í 2023 er tilráðingin, at tað ikki verða fiskað meira enn 17.000 tons av gulllaksi í øllum hesum økinum. Hetta er 30 prosent minni enn í fjør.
Tann føroyska kvotan, ið Dennis Holm hevur ásett, er 29 prosent minni enn hon var í fjør.
Søguliga hava føroysk skip fiskað 75 prosent av gulllaksinum. Fiskiskapurin hevur síðani 2014 verið skipaður við kvotum. Somu seks trolararnir, sum høvdu loyvi í fjør, sleppa at fiska gulllaks í ár, kunnar fisk.fo um.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2023
Innflutningurin frá februar 2022 til januar 2023 var 12,6 milliardir krónur. Tað eru 3,2 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið
Hagstovan hevur uppgjørt innflutningurin í januar, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá februar 2022 til januar 2023 samanborið við undanfarna skeið.
Stóri vøksturin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá innflutningi av skipum og flogførum, ið vaks 1,4 milliardir krónur. Innflutningurin av brennievni er vaksin 938 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri. Prísirnir vóru hægst summarið 2022, tá innflutningsprísurin av brenniolju var hægri enn 8 krónur fyri liturin. Nú er prísurin umleið 7 krónur.
Innflutningurin 'til hav- og landbúnað' er vaksin 282 milliónir krónur ella 45,4 prosent. Hetta er fyri tað mesta alifóður. Hækkingin í innflutningurin 'til aðra framleiðslur', stavar fyri ein part frá vaksandi innflutningi av heilivági.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2023
Úti í kuldanum við rundkoyringina í Kollafirði stóðu tveir politistar og greiddu bilførarum um, at tunnilin var stongdur. Men eitt par tók synd í teimum, og gjørdi ikki mætari enn at keypa teimum ein kaffimunn
Sunnudagin var Kollafjarðartunnilin stongdur eina løtu vegna oljulukt og ringt sýni inni í tunlinum.
Í hesum sambandi valdi politiið og Landsverk at stongja tunnilin, meðan arbeitt var upp á trupulleikan.
Úti í kuldanum við rundkoyringina í Kollafirði stóðu tveir politistar. Merkt av naglakulda og køld um nasarnar greiddu tey fryntliga mongu bilførarunum frá, at tunnilin var stongdur og at koyrast mátti eftir Oyggjarvegnum.
Í einum av mongu bilunum sótu maður og kona. Sum øll onnur blivu tey eisini vegleidd um trupulleikan í tunlinum og vendu við.
Løtu seinni kom sami bilur aftur og steðgaði. Politistarnir undraðu seg yvir, um parið mundi hava misskilt okkurt. Tunnilin var jú enn stongdur.
Annar politisturin fór til føraran, sum rullaði rútin niður. Politisturin bukkaði seg niður og skuldi akkurát siga nøkur formanandi orð við føraran, tá tvey kaffikrúss og tvey kremegg komu til sjóndar. Og áðrenn politisturin fekk orðið upp, blivu krússini og kremeggini stungin honum í hendurnar. Politisturin stóð sum kánus.
Tað vísti seg tó, at tá parið í bilinum bleiv steðgað fyrstu ferð, hildu tey, at politistarnir sóu so kaldir út. Tí høvdu tey verið og keypt politistunum ein kaffimunn og sjokolátu afturvið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2023
Fyri fyrstu ferð nakrantíð, hevur Nordea-grunnurin stuðlað einari verkætlan í Føroyum. MEA skal tey komandi tvey árini kanna, hvønn týdning relatiónin milum foreldur hevur á trivnaðin hjá barninum
Vígdis Skorheim, stjóri í MEA, vísir á, at tað, sum tey ynskja við hesari verkætlanini, er at styrkja um trivnaðin hjá barninum við at menna føroyskt tilfar, ið skal nýtast í arbeiðinum, at stimbra parlagið, tá ið tvey blíva til trý. Tað er ikki parlagið í sær sjálvum, sum er snúningsdepilin, men relatiónin millum tveir partar, og tann sannroynd, at tað er eitt barn, hvørs trivnaður er beinleiðis ávirkaður av góðskuni av relatiónini millum foreldur.
- Við at byggja víðari á mammubólkarnar, sum vit í Føroyum kenna so væl, síggja vit møguleikan fyri at víðarimenna eitt tilboð, ið vendir sær til bæði foreldrini. Henda verkætlan gera tað natúrligt, at samtalan í bólkunum, umframt at snúgva seg um eitt nú føðing og foreldraleiklut, eisini fer at fevna um parlag og foreldraleiklut. Við verkætlanini ynskja vit at framleiðia føroyskt tilfar við kanningum, ið taka støðið í føroyskum viðurskiftum.
Verkætlanin fevnir yvir tey komandi 2 árini, og sum partur av úrslitinum verður framleidd vitan, undirvísingartilfar og ítøkilig amboð til barnafamiljur og fakfólk.
Verkætlanin byrjar við einari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, sum verður 3. mai., har Tea Trillingsgaard, PhD og lektari í menningarsálarfrøði á Aarhuus Universiteti luttekur saman við Mattias Stølen Due, stjóra í Center for Familieudvikling og Søren Marcussen, leiðara fyri familjudeildina á Center for Familieudvikling.
Nordea-grunnurin stuðlar verkætlanini við 730.952 krónum, umframt at vinnulív í Føroyum eisini hevur stuðlað verkætlanini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2023
Farna fríggjadag skrivaðu Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Edwin Roald, golfvallararkitektur, undir ráðgevarasáttmála um fyrsta byggistig
Edwin Roald hevur umvegis íslendska felag sítt, Eureka Golf, frammanundan verið knýttur at fyrireikandi verkætlanararbeiðinum. Í Íslandi eru umleið 60 golfvøllir.
Fyrsta byggistig fevnir um golfvøll við 9 holum, sum í dag eisini er góðkent til kappingar. Hetta fram til 1. juli í ár, tá kommunan formliga fær nýtslurættin til lendið ætlað golfvøllinum, verður golfvallarsniðið gjørt liðugt, og byggi- og lendisarbeiðið verður bjóðað út.
Aftrat sjálvum golfvøllinum verða eisini gjørdar lendisgøtur, ið knýta breytirnar saman. Lendisgøturnar verða eisini góðar hjá almenninginum at brúka til gongutúar og at njóta náttúruna á Glyvursnesi.
Í ætlanini er fyrsta byggistig liðugt eftir umleið fýra árum. Arbeiðið verður lagt til rættis soleiðis, at til ber hjá limunum í Tórshavnar Golffelag at íðka golf samstundis.
Ætlan er eisini løgd fyri næsta byggistig, sum er tey næstu 9 holini, so at vøllurin hevur fulla altjóða stødd.
Kelda: torshavn.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2023
Føroyska Sanna starvast til dagligt á høvuðsskrivstovuni hjá Reyða Krossi í Lilongwe, har hon arbeiðir við ávaringaskipanum, sum setast í verk, áðrenn vanlukkur raka
Tropiska meldurhvirlan Freddy rakti í gjár miðafrikanska landið, Malavi. Og longu nú hava umfatandi skaðar verið. Stóru áirnar fløða, fleiri skriðulop hava verið og fólk eru fangað undir rununi.
Í Malavi arbeiðir føroyska Sanna Nolsøe Djurhuus. Hon starvast til dagligt á høvuðsskrivstovuni hjá Reyða Krossi í Lilongwe, har hon arbeiðir við ávaringaskipanum, sum setast í verk, áðrenn vanlukkur raka. Malavi er nemliga á hvørjum ári fyri ógvusligum náttúruvanlukkum, so sum ódnum og vatnflóðum.
Reyði Krossur Føroya hevur ígjøgnum eina tíð stuðlað ávaringaskipanini hjá Reyða Kross í Malavi, og í síðsta ár varð stuðul latin til eina nýggja verkætlan, ið kallast Electronic Contingency Planning. Verkætlanin gongur út uppá, at sjálvboðin kring landið skipa seg í lokal tilbúgvingarlið, sum verða aktiverað, við hjálp av eini snildfon, tá ein vanlukka er á veg.
Í einum landi, har einans 11 prosent av íbúgvum hava streym, er tað ómetaliga ringt at røkka teimum, sum búgva í útsettum økjum kring landið. Tí kemur hendan skipanin sera væl við, og longu týsdagin í síðstu viku fingu øll tilbúgvingarliðini ávaring um meldurhvirluna ígjøgnum eina app á snildfonini. Tilbúgvingarliðini hava síðan ávarað hvør sítt nærumhvørvi, við hjálp av tilbúgvingarætlanunum, sum tey sjálvi hava verið við til at menna. Ígjøgnum snildfonina kunnu tey eisini senda boð til Reyða Kross, við m.a. dagføringum um, hvat er gjørt, og um tørvur er á meiri útgerð ella aðrari hjálp.
Á myndini sæst Sanna – myndin er tikin við ánna Ruo, til eina venjing fyrr í ár, har tað bleiv simulerað, at ein meldurhvirla og vatnflóð rakti økið. Beint nú fløðir hendan áin, sum er á myndini, og takka verið verkætlanini, eru fólk blivin evakuerað úr økinum. Á síðstu myndini eru sjálvboðin úr tilbúgvingarliðinum í gongd við at ávara fólk í bygdini.
Reyði Krossur fegnast um, at sjálvboðin og lokal hava tikið væl ímóti verkætlanini, sum longu hevur verið við til at bjarga mongum mannalívum, og at sjálvbodnu tilbúgvingarliðini eru fult sjálvbjargin í hesum døgum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2023
Yvirlit yvir hvør vann tær níggju tónlistavirðislønirnar, sum vórðu handaðar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið
Føroysku tónlistavirðirslønirnar vóru farna leygarkvøld handaðar í Norðurlandahúsinum.
Hetta er tíggjunda árið, at skipað verður fyri FMA, men í ár skopaði Tónleiksamband Føroya skipaði fyri tiltakinum á fyrsta sinni.
Sí eisini: Myndir: FMA 2023
Hesi vunnu:
Guðrið Hansdóttir
Ársins útgáva
Gult Myrkur – Guðrið Hansdóttir
Ársins lag
Síggja av nýggjum – Marius Ziska
Ársins kompositión
Kári Jacobsen – Vælsignaðir barnaskógvar
Anna Hüdepohl
Ársins útgáva/konsert
Akkordeon & Violin – Anna & Angelika
Ársins spíri
RSP
Lív Maria Róadóttir Jæger
Tekstur
Lív Maria Róadóttir Jæger – útgávan Gult Myrkur hjá Guðrið Hansdóttir
Visuellur samleiki:
Reiley
Ársins tónleikaheiður
Jóan Jakku Guttesen
RSP
Ársins útvarpshitt
Send mær meira pengar - RSP
Útflutningsheiðursløn
Eivør
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2023
Eftir trý ára steðg orsakað av koronufarsóttini, er Tórsfest aftur á skrá
Tórsfest er gamla Ólavsøkukonsertin, sum fyrstu ferð varð fyriskipað úti á Skansanum í 1986. Síðan 2012 hevur Tórshavnar ítróttarráð skipað fyri Ólavsøkukonsertini, og í 2014 broytti konsertin navn til Tórsfest, og flutti samstundis niðan á Vaglið í Havn.
Skráin er á tremur við góðum tónleikarum, heimstjørnum og lokalum stjørnum, og fyrireikarirnir eru sera spentir til at skapa eina rimmar veitslu og tónleikauppliving, leygarkvøldið fyri ólavsøku - 22. juli. Forsølan til ársins Tórsfest er byrjað.
Mánadagin verður fyrsta stóra útlendska navnið avdúkað og er tað nógv at gleða seg til, siga fyrireikarirnir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2023
200 var sætta føroyska navnið, ið varð kunngjørt í sambandi við spæl føroyskt vikuna
– Bólkurin, ið á G! likamliggjørdi hugtakið "pappmasjefukkjúfingur" eru aftur. Føroya originali punkbólkur 200, hevur verið í upptøkuhølinum, og spælt inn plátuna "Reyvheart", ið sambært teimum sjálvum er júst tað.
– Tað verða trummur, bassur og gittari og grefligt kjaftaslit, akkurát sum fyrr, og vissi tú kemur her og sigur, at teirra argument eru for tunn, so koma teir eftir tær við pappmasjéfokkjúfingrinum, skriva fyriskiparar av G! festivalinum í tíðindaskrivi.
200 var sætta navnið, ið var kunngjørt í sambandi við Spæl Føroyskt vikuna.
– Hóast hetta er ein bólkur við 27 árum á baki, eru teir líka aktuellir sum nakrantíð, teir hava langt síðan rokkið endmálinum, ið var at vísa, at nútímans rokktónleikur kundi vera á føroyskum máli. Síðani hevur bólkurin framt hetta í verki, og flutt mørkini fyri hvat okkara móðurmál hóskar seg til – og ger tað enn.
– 200 hevur framført í øllum norðurlondum umframt í Skotlandi og Sveis – og altíð á føroyskum. Ein ummælari hevur lýst ljóðið hjá 200 sum “In the Ghetto meets Motorhead as played by the Sex Pistols”.
– Teir tríggir Niels Arga Galán, Uni Árting og Mikael Blak, siga um sína áttandu útgávu, at "Reyvheart" tekur táttin víðari, har "Reytt pass" slepti í 2016. Frá hartsláandi “Skamband” sum talar fyri seg og “Reyða tablett”, um hvussu líkasæl vit sum samfelag eru blivin, til meira bleyta og sensuella “Leðurhúsið”. “La familja” er um týdningin, at familjan og vinnan hava tað gott – so leingi tað er mín familja og mín vinna tað snýr seg um.
– Plátan hevur verið í gerð síðani í 2022, og 200 gleðir seg at framføra úr henni á G! Teir hava “glett seg síðan september”, siga teir. Vit gleða okkum eisini.
Skráin fyri G! telur sostatt nú donsku Jada, íslendsku Bríet, føroysku 200, Byrta, Anniku Hoydal, Høgna, Eivør, Marius Ziska, Marius DC, RSP og Brimheim, svensku Lucky Lo og finsku Irene.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2023
Væl umtókti rappbólkurin spælir á landsins størsta tónleikatiltaki í august
Nú hittast heitasti rappbólkurin í Føroyum og landsins størsta tónleikatiltak á fyrsta sinni.
RSP spælir á Summar Festivalinum í Klaksvík í august, og bólkur og festivalur kunnu lova, at tað verður uppliving fyri lívið. Ja, tað kann neyvan verða størri.
RSP brakaði ígjøgnum ljóðmúrin við sanginum “Send mær meira pengar”, sum júst er kosin ársins útvarpshitt. RSP vann eisini heiðursløn sum Ársins spíri á FMA.
RSP spælir framfýsnan hip-hop við ósmædnum tekstum og góðum løgum, og teir eru framúr á palli. Nú fara teir at spíla seg út á størsta tónleikatiltakinum í Føroyum, og tað verður minniligt.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 3. til 5. august.
Í vikuni varð eisini kunngjørt, at RSP eisini spælir á G! Festivalinum í Gøtu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2023
Í august kunnu hittini hjá ADHD upplivast á Vágsbøi í Klaksvík
Seinnu árini hevur danski bólkurin ADHD havt eitt hitt fyri og annað eftir, og hevur yvir hundraða milliónir stroymingar á ymisku netmiðlunum. Tónleikurin er lættur, lívligur og fangandi, og tekstirnir eru skemtandi og stundum nakað argandi.
Sangheitini siga kanska tað mesta: “Vodkafjæs”, “Pizza”, “KranAlarm” og “V for sejr”.
Frederik Dyrby Nielsen hevur verið høvuðsmaður at skriva, framleiða og framføra sangirnar, og hann kemur á Summar Festivalin at spæla allar teir kendu ADHD-sangirnar.
Sangirnir hjá ADHD hava serliga fangað tey ungu, og lagt verður upp til festliga veitslukonsert á Summar Festivalinum í Klaksvík í august.
– Tónleikur skal ganga skjótt fyri seg, og tað snýr seg um at gera okkurt, sum fangar tey ungu. Megnar tú at gera nakað, sum tey ungu fáa áhuga fyri á netinum, so spreiða sangirnir seg skjótt. Og tað kunnu hesir eitt sindur fjollutu sangirnir, sigur Frederik Dyrby, sum umframt ADHD-sangirnir eisini hevur skrivað hitt til onnur.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 3. til 5. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2023
Grønt ljós givið til fyrsta stig í eini tunnilsætlan í Hetlandi fyri góðar 5 milliardir krónur
Moraig Lyall, forkvinna í nevndini sigur, at nógvir av limunum hava droymt um hesa løtuna, eftir at hava umrøtt tunnilsmálið í eina tíð. Hon sigur, at hetta er bert fyrsta stigið í eini longri tilgongd, sum skal gera metingar um bæði framtíðar tunlar og ferjur. Hon heitir inniliga á stjóran fyri útbyggingum Niel Grant um at raðfesta fast samband millum oyggjarnar heldur enn ferjusamband.
Metingar vísa, at tað fer at kosta 500 milliónir pund at byggja fimm tunlar millum Unst, Yell, Bressay, Whalsay og Fetlar. Verandi kostnaður at reka ferjusambondini er 23 milliónir pund um árið. Hetta hevur skotska stjórnin goldið. Haraftrat skulu brúkast millum 120 og 150 milliónir pund næstu 10-15 árini til at viðlíkahalda ferjur og keypa nýggjar. Tølini skulu tó takast við fyrivarni skilst.
Ein kanning, sum varð gjørd í 2016 vísti, at ferjusamband varð bíligari enn fast samband. Í kjakinum hevur eisini verið frammi tann sannroynd, at tunlar hava eina livitíð uppá 120 ár. Tað er greitt, at millum hetlendigar eru ymsar áskoðanir um fasta sambandið, nú ferjurnar eru vorðnar ein partur av hetlendsku samferðslumentanini.
Hetlendskir miðlar gjørdu nógv burtur úr tíðindunum, tá Eysturoyartunnilin við heimsins fyrstu rundkoyring varð tikin í brúk. Í Hetlandi hava tað eisini leingi verið røddir frammi um at læra av føroysku royndunum við undirsjóvartunlum, men tað hevur ikki verið bara sum at siga tað at fáa lokalsamfelagið at sleppa gomlu ferjumentanini, sum eisini gevur arbeiði til mangar hetlendingar. Við tunlunum fara tey arbeiðsplássini at hvørva.
Men íblásturin úr Føroyum hevur eftir øllum at døma verið so mikið máttmikil, at politikarar, embætisfólk og vinnulívsfólk hava vitjað her seinasta árið fyri at kunna seg við føroyska tunnilslandslagið.
Mongu tunlarnir var so eisini nakað, sum hugtók bretska orkuserfrøðingin Gunther Newcombe, ið vitjaði her í fjør eftir innbjóðing frá FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki. Eftir at hava koyrt ígjøgnum Eysturoyartunnilin varð hann rætt og slætt ovfarin og helt, at hetta fór uttan iva at vera nakað, sum hetlendingar fór at hyggja nærri at. Men hann kundi tó eisini viðmerkja, at tað fór at taka tíð at sannføra fólk í Hetlandi um, at broytingin frá ferjum til tunlar var til teirra besta.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2023
Venstre hevur sostatt mist eitt umboð í ES-tinginum
Danski politikarin og hálvi føroyingurin, Bergur Løkke Rasmussen, hevur nú skift flokk, og er ikki longur limur í Venstre, men í flokkinum Moderaterne hjá pápa sínum, Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra.
Hetta kemur sambært vinstraflokkinum ikki óvæntað.
Skiftið merkir, at Venstre nú missir eitt umboð í ES-tinginum.
33 ára gamli Bergur Løkke Rasmussen, boðaði mánakvøldið frá, at hann nú skiftir flokk, so at hann framyvir umboðar flokkin hjá pápanum, tí hann hevur “meira til felags við Moderaterne enn við Venstre”.
Bergur Løkke Rasmussen gjørdist limur í Venstres Ungdom í Græsted sum 17 ára gamal.
Hann var fyrsti eykalimur til ES-tingið í Brússell eftir seinasta val til ES-tingið. Hann fekk sess í ES-tinginum í fjør eftir at tveir av tinglimunum hjá Venstre, Søren Gade og Linea Søgaard-Lidell, vórðu vald á fólkating.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2023
Løgreglan í Moldova hevur handtikið fleiri fólk í einum bólki, hvørs endamál er at órógva politiska stabilitetin í landinum
Løgreglan í Moldava upplýsir, at hon hevur handtikið fleiri persónar, ið verða mettir at hava havt ætlanir um at skapa ófrið í landinum. Sambært løgregluni eru menninir partur av russiskt skipaðum netverki, sum hevur til endamáls at órógva (destabilisera) landið.
Sjey mans eru handtiknir og 25 onnur hava verið til avhoyringar, upplýsir løgreglan. Ein russisk-moldavskur maður er leiðari fyri bólkin, verður sagt.
Farna vikuskiftið vístu markavørðar í Moldava fleiri persónar aftur. Ein teirra sigst vera limur í illa gitna Wagner-leigumannaherinum.
Moldavskir myndugleikar upplýsa, at løgreglan hevur sníkt seg inn í bólkin og hevur havt høvi til at taka upp myndir og ljóð sum prógv móti bólkinum.
- Tað komu fólk úr Russlandi, sum høvdu til uppgávu at leggja teimum lag á, upplýsir ein kelda í russisku trygdarverjuni fyri AFP tíðindastovuni.
Russland vísir aftur, at landið ger royndir at órógva politisku skipanina í Moldava.
Andstøðuflokkurin Shor, undir leiðslu av útlagna vinnulívsmanninum Ilan Shor, hevur skipað fyri mótmælistiltøkunum móti stjórnini hesar seinastu dagarnar.
Ilan Shor verður mettur at hava tætt tilknýti til Kreml, og flokkur hansara er meira vinarligur mótvegis Russlandi, en sitandi stjórnin, sum roynir at stýra landinum móti einum møguligum ES-limaskapi.
Seinasta mótmælistiltakið hjá flokkinum var sunnudagin, sama dag sum løgreglan handtók menninar, ið eru skuldsettir til at eggja til ófrið. Umleið 4.000 fólk savnaðust uttan fyri tjóðartingið, men løgreglan forðaði teimum í at ganga haðani móti stjórnarbygninginum, skrivar finska kringvarpið YLE.
Russiska álopið á grannalandið Ukraina rakar Moldava hart. Kríggj og stongsul hevur ført til stóra inflasjón. Í desember øktust prísirnir við 30 prosentum, sammett við prísirnar árið frammanundan.
Russiskt vinarliga lýveldið Transnistria á markinum móti Ukraina, ger ikki støðuna lættari. Russland hevur havt sonevndar friðarvarðveitandi deildir í Transnistria síðan 1992.
Føroyska fótbóltslandsliðið skal spæla landsdyst í Moldava 24. mars. Atlantsflog vildi ikki flúgva hópin allan vegin til Chișinău, høvuðsstaðin í Moldava orsaka av ótryggu støðuni. Fótbóltssambandið hevur tí funnið annað flogfelag at flúgva hópin úr Keypmannahavn til Moldava.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2023
Fótbóltssambandið hevur tikið avgerð um, at allir dystirnir, ið upprunaliga skuldu spælast í dag og sunnudagin, eru útsettir. Óvist er, nær teir ístaðin verða spældir
Óvissa hevur alla vikuna verið, um tað fer at verða spælt í vikuskiftinum. Nú er greitt, at kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum metir, at kavin hevur og fer at órógva ov nógv.
Feløgini fingu í gjár boð um, at allur vaksnamannafótbóltur í vikuskftinum er útsettur fyribils. Hetta er vegna veður, stendur í fráboðanini
Harvið er eitt umfar í Betrideildini hjá monnum útsett annað vikuskiftið á rað, og fara spælararnir harvið bert at hava spælt ein dyst, tá mars mánaður er av: Landsliðssteðgur er nú.
Hetta merkir eisini, at kvinnurnar møguliga ikki sleppa í gongd fyrr enn fyrst í apríl. Betrideildin skuldi byrja síðsta vikuskifti. Soleiðis var eisini við 2. deild hjá monnum. Umfarið hjá 1. deild, sum skuldi spælast fríggjakvøldið, er eisini útsett.
Óvist er nær allir hesir dystirnir skulu spælast. Fótbóltssambandið fer at koma við nærri kunning um hetta.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2023
Høvuðsvenjarin hjá manslandsliðnum í fótbólti var millum áskoðarnar í Høllini á Hálsi, tá Føroyar vunnu á Rumenia í EM-undankappingardysti í síðstu viku
Håkan Ericson byrjaði tíðindafundin mánadagin við at skemta: - Vælkomin til landsliðsúttøkuna í íshokki.
Veðrið hevur órógvað fótbóltin seinastu tíðina, og spurningurin er so hvussu hetta ávirkar A-landsliðið, sum um tíggju dagar aftur skal í eldin.
Í mun til hondbólt hevur slíkt sum kavi ikki stórvegis ávirkan, og landsliðsvenjarin sat fjálgt í Høllini á Hálsi mikukvøldið, tá Føroyar koppaðu Rumenia í EM-undankappingardysti í manshondbólti. Ein uppliving, ið sviin setti orð á áðrenn hann avdúkaði sín hóp til komandi uppgávurnar.
- Eg var til hondbóltslandsdystin millum Føroyar og Rumenia í síðstu viku, og tað var ein stór uppliving. At merkja tað sum hendi í høllini var ein stórur íblástur
(Mynd: Sverri Egholm)
Håkan Ericson segði, at tað var fantastiskt, at Føroyar skapa slík úrslit, og at hann legði merki til stór einstøk avrik á føroyska liðnum.
Hann kemur frá stórar hondbóltstjóð: Svenska manslandsliðið hevur vunnið EM- gull fimm ferðir og HM fýra ferðir. Eisini hava sviar verið í fýra OL-finalum. At ítróttagreinar kunnu vera til íblástur fyri hvønn annan er nakað jaligt, og tað var flott av Håkani Ericson at taka hetta við.
Næstu tíðina skulu hann og toymi hansara hugsavna seg um at fáa sum mest burturúr við føroyska manslandsliðnum, tá liðið fer á ferð til Moldova (EM-undankappingardystur) og Norðurmakedónia (venjingardystur).
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2023
Áleyparin hjá KÍ er tað nýggjasta navnið í føroyska A-landsliðshópinum. Nógvir av føstu monnunum eru ikki við til fyrstu uppgávurnar í ár, meðan fleiri ungir spælarar fáa møguleikan
Håkan Ericson kunngjørdi mánadagin hópin hjá A-landsliðnum til dystirnar í Moldova (EM-undankapping) og Norðurmakedonia (venjingardystir) síðst í mánaðinum.
Eyðsýnt er millum annað, at spælarar sum hava myndað A-landsliðið seinastu mongu árini ikki eru við; millum annað vegna skaðatrupulleikar. Talan er um Gunnar Nielsen, Sonna Ragnar Nattestad, Hall Hansson, Brand Hendriksson Olsen, Jóan Símun Edmundsson og Jóannes Bjartalíð.
Teir sum eru við, eru í stóran mun ein blanding av heilt royndum spælarum og ungum spælarum við fáum A-landsdystum. Gilli Rólantsson er ikki bundin til nakað felag í løtuni, men er úttikin sum ein av bakkunum.
Håkan Ericson, landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)
Ungir menn sum Bárður á Reynatrøð, Hanus Sørensen, Andrias Edmundsson, Noah Mneney og Stefan Radosavljevic eru á listanum. Allir hava gjørt vart við seg á millum annað U21-landsliðnum, vóru við til venjingardystir í november, og teir báðir síðstnevndu hava í vetur skift til útlendskt feløg.
Í mun til seinastu hóparnar er nýggja navnið Páll Andrasson Klettskarð. 32-ára gamli áleyparin úr KÍ hevur skorað eina rúgvu av málum í Betrideildini og eisini mál í Evropa men hevur spælt fáar landsdystir. Serliga í fjør var nógv snakkað um, hann burdi verið við, tí Páll gjørdi tað væl og tykist at hóska væl til altjóða dystir við millum annað sínum arbeiðsinnsatsi og innstinktið. Klaksvíkingurin hevur ikki verið við í hópinum síðani 2017.
Hópurin:
Málverjar:
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bakkar:
Gilli Rólantsson Sørensen (Einki felag)
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Daniel Johansen, FC Fredericia (DK)
Miðverjar:
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Andrias Edmundsson, Águilas FC (SPA)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Mads Boe Mikkelsen, KI
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (ÍRL)
Noah Mneney, Bryne FK
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Ári Mohr Jónsson, HB
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (NOR)
Áleyparar:
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ
Pætur Petersen, KA Akureyri (ÍSL)
Patrik Johannesen, Breiðablik (ÍSL)
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (ÍSL)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2023
U21-landsliðið hevur venjingarlegu í høvuðsstaðnum síðsta vikuskifti í mars - undankappingini byrjar í juni. Fleiri spælarar sum fara at fáa týðandi leiklut mangla, og nógv nýggj nøvn eru á listanum
Áðrenn A-landsliðið til dystirnar síðst í mars varð úttikin, trein Eyðun Klakstein á pallinum í FSF-húsinum og kunngjørdi hópin til venjingarleguna hjá U21-landsliðnum, sum verður 24. - 26. mars.
Klaksvíkingurin hevur tikið við eftir Sámal Erik Hentze, og saman við hjálparvenjaranum Atla Gregersen hevur hann tikið 25 ungar mans út.
Tríggir spælarar - ein í hvørjari ketu á vøllinum - sum helst fáa týðandi leiklutir í undankappingini mangla vegna skaðatrupulleikar: Samuel Johansen Chukwudi, Heini Fossdalsá Sørensen og Jørgen Nielsen.
Noah Mneney er í elsta U21-árganginum, men nú talan er um venjingarlegu og ikki undankappingardystir, og A-landsliðið manglar fleiri sentralar miðvallarar, er Noah úttikin
Martin Agnarsson var við A-landsliðnum í november - hesaferð er 19-ára gamli vinstri bakkurin úr Viborg á U21-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
Fuglfirðingurin gjørdi tað eisini heilt væl fyri Víking í fjør, og hevur nú sáttmála við Bryne í næstbestu norsku deildini. Í tí deildini spælir Gullbrandur Øregaard eisini, og eins og tveir úr Hvidovre og Martin Agnarsson úr Superliga-felagnum Viborg, kemur hann heim til venjingarlegu.
Spælarar umboðandi tey flestu feløgini í Føroyum verða við, og nógvir av teimum eru heilt nýggir í U21-landsliðshøpi, og nakrir hava fyri stuttum fingið koyrikort.
Eyðun Klakstein segði, at hetta er ein nýggj byrjan við einum øðrvísi toymi, og at tað er gott at fáa eina venjingarlegu nú, har nógvir sleppa at vísa seg fram - undankappingini byrjar í summar. Seinni í dag ber til at hoyra samrøðu við nýggja U21-landsliðsvenjaran á Portalinum.
Hópurin
Málverjar:
Ari í Haraldsstovu Petersen, 07 Vestur
Jóannes Davidsen, EB/Streymur
Rasmus Nilsson, Hvidovre IF (Danmark)
Verjuspælarar:
Eiler Fróðason, 07 Vestur
Áki Johannesen, B68 Toftir
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Símun Kalsø, KÍ Klaksvík
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Signar á Brúnni, Víkingur
Miðvallarar:
Poul Kallsberg, Víkingur
Emil Weihe Joensen, B36 Tórshavn
Jónas Warner, B68 Toftir
Jóhann Højbro, ÍF Fuglafjørður
Jákup Vilhelmsen, KÍ Klaksvík
Beinir Nolsøe, NSÍ Runavík
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Jens Erik Bruhn, TB Tvøroyri
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Áleyparar:
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Silas Gaard, KÍ Klaksvík
Olaf Bárðarson, Víkingur
Leikskráin
16. juni Føroyar – Andorra
7. sept. Hvítarussland – Føroyar
12. sept. Føroyar – Kroatia
17. okt. Andorra – Føroyar
16. nov. Grikkaland – Føroyar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2023
Nú er staðfest, at landsliðsleikarin Gilli Rólantsson Sørensen spælir við barndómsfelagnum, TB, næstu tíðina
Sum Portalurin skrivaði í vikuni, so var TB ein møguleiki hjá Gilla Rólantsson Sørensen, og hevur hann vant við barndómsfelagnum fyri at halda seg í gongd seinastu tíðina. Sjey minuttir áðrenn flytingargluggin lat aftur mikudagin, boðaði Tvøroyrar Bóltfelag, at sáttmáli var undirskrivaður.
Hetta var uttan iva størsta flytingin í hesum flytingarglugganum.
TB skrivaði soleiðis á heimasíðuni:
"GILLI ER KOMIN HEIM!!!
Ja, tit hoyrdu rætt, hóast tað líka skal sodna eina løtu! Okkara egni Gilli Rólantsson Sørensen, hevur skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið, TB! Tað er ikki hissini royndir Gilli hevur í fótbólti. Hansara fyrsta dyst fyri besta liðið hjá TB, spældi hann í 2009 í einum dysti um Løgmanssteypið. Tann dystin vann TB 6-0, og tann tá bert 17-ára gamli Gilli skoraði síni fyrstu tvey av 12 málum í 22 dystum tað árið. Hamrandi skjóti leikarin er skrásettur fyri 60 dystir og 22 mál fyri TB. Í 2013 spældi hann fyri B36 har hann skoraði 5 mál í 29 dystum.
Yrkisleiðin hjá Gilla, ið framvegis einans er 30 ára gamal og tískil hevur mong góð ár í sær enn, hevur serliga verið í Noregi, hóast yrkisleiðin uttanlands byrjaði í Aberdeen. Úr B36 flutti Gilli til donsku superliguna, til AAB í 2014. Síðan spældi hann fyri Brann Bergen, í bestu norsku deildini, frá 2016-21 og so fyri Odds BK frá 2021-2022. Gilli er harafturat skrásettur fyri 60 A-landsdystir, eins og hann hevur roynt seg á U17, U19 og U21 landsliðunum.
Vit eru ómetaliga glað fyri at hava fingið Gilla heim aftur og gleða okkum til at síggja hann í troyggjuni aftur! Bestu eydnu í 2023 Gilli og hjartaliga vælkomin heim!"
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2023
Aldursforsetin hevur skrivað undir við polska Chris Jastrzembski, sum í 2021 leikti 23 dystir við B68
TB kunngjørdi í vikuni nýggjan verjuleikara. Talan er um Chris Jastrzembski úr Polandi, sum hevur skrviað undir við felagið fyri hetta kappingarárið.
- Vit eru sera fegin um tað, tí Chris hevur drúgvar royndir og hevur víst sera góðar dygdir, nú hann hevur verið og royndarvant, sigur Tvøroyrar Bóltfelag.
Chris Jastrzembski er 26 ára gamal og leikti í 2021 fyri B68. Tað gjørdist til 23 dystir fyri toftamenn.
Eftir B68 fór hann til íslendska Selfoss, men hevur annars spælt mest í lægru týsku deildunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2023
20-ára gamli Issah Ahmed Latif kann spæla sum vinstri vongur og vinstri bakkur. Hann var í fjør til royndarvenjing hjá norska Viking og skuldi gera sáttmála
Tvey skifti vóru almannakunngjørd á seinasta degi, sum flytingarvindeygað var opið. Annað var bumban úr Trongisvági, at Gilli Rólantsson Sørensen hevur gjørt sáttmála við barndómsfelagið TB, og hitt skiftið kunngjørdu føroyameistararnir í beinleiðis seindingi hjá Televarpinum.
Talan er um 20-ára gamla Issah Ahmed Latif, sum er ein spennandi spælari úr Gana, sambært Magna Hoseth, ið hevur fingið fatur á honum ígjøgnum kontaktir í Noregi.
Norðlýsið skrivar, at hann hevur ikki spælt í Evropa áður, men tó hevur hann royndarvant við Viking Stavanger.
Sum skilst var ein avtala so at siga komin í lag, men ymist við pappírsarbeiðnum eydnaðist ikki. Áhugi hevur eisini verið fyri Latif úr millum annað Onglandi - onkrar keldur siga Leicester City.
KÍ skrivar, at nýggi spælarin kann spæla á øllum plássum á vinstru síðu, tað verið seg bakkur ella vongur. Felagið boðar samstundis frá, at Issah Ahmed Latif verður tó ikki tøkur beinanveg, tá ið loyvini enn ikki eru komin uppá pláss enn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2023
Sambært heimasíðuni hjá 07 Vestur skal 26 ára gamli Steven van Dijk vera eykamálmaður á Betri-liðnum. Eisini verður niðurlendingurin fysioterapeutur í felagnum
- Málmansposturin hevur verið ein avbjóðing í eina tíð og tørvurin á einum eykamálmanni til besta liðið hevur verið eyðsýndur síðani Silas (Eyðsteinsson. red) flutti til B36. Í løtuni eru Ari í Haraldstovu og Sámal á Steig í bruttohópinum hjá Betri-liðnum og vit gleðast um, at Rói Zakarisson, eftir ein steðg, er byrjaður at venja við 2. deild aftur. Tríggir málmenn eru tó nakað lítið til fýra lið, og tí gleðast vit um at kunngera, at 26 ára gamli Steven van Dijk úr Hollandi legst afturat málmanshópinum.
Soleiðis skrivar 07 Vestur á sínari Facebook-síðu í dag, í samband við at felagið hevur gjørt sáttmála við niðurlendska málverjan, sum í fjør spældi í Avstralia og sum annars eisini hevur royndir frá Íslandi og eisini heimlandinum.
Sambært 07 Vestur skal Steven verða eykamálmaður á Betri-liðnum og saman við Róa Zakarisson fer hann eisini at røkja málmanspostin á 2. deild. Sámal á Steig, sum í hópinum hjá besta liðnum, hevur framvegis aldur til at spæla við U17.
- Vit frøast um endiliga at hava fingið málmanskabalina at ganga upp og fegnast um at hava fingið Steven í hópin. Við hesum vænta vit, at venjingarumhvørvið hjá málmonnunum í felagnum gerst enn betri.
Nýggi málverjin, ið 07 Vestur fekk uppá pláss, áðrenn flytingarvindeygað lat aftur, er eisini útlærdur fysioterapeut. Sum partur av sáttmálanum í Sørvági, skal hann vera fysioterapeutur hjá bæði monnunum og kvinnunum hetta kappingarárið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2023
Aftur hevur Fótbóltssambandið sett danskan venjara í starvið. 36-ára gamla Signe Pries hevur viðkomandi starvsroyndir og mensku til føroyskan fótbólt, sigur tekniski stjórin við fsf.fo - nýggi venjarin hevur fingið góða mynd av føroyskum fótbóli
Tíðiliga í ár varð tað kunngjørt, at Lene Terp ikki fór at halda fram í starvinum sum A-landsliðsvenjari hjá kvinnum. Síðani hevur FSF leitað eftir avloysara, og nú er greitt, at talan verður um aftur um eina kvinnu úr Danmark sum hevur nógvar royndir á høgum støði.
Signe Pries Andersen varð kunngjørd í vikuni. Hon er bert 36-ára gomul, og er í løtuni í starvi hjá danska fótbóltssambandinum sum U15 talentvenjari og hjálparvenjari hjá danska U17 gentulandsliðnum. Signe Pries hevur eisini royndir sum venjari á ymiskum ítróttarháskúlum í Danmark og í kvinnufelagnum KoldingQ, skrivar fsf.fo.
Sum spælari hevur Signe Pries Andersen umboðað donsku feløgini Vejle, SønderjyskE, Brøndby og KoldingQ, og hon hevur eitt nú vunnið fimm donsk meistaraheiti og spælt Champions League fjórðings- og hálvfinalur við Brøndby fyrst í 10’unum.
– Vit hava havt samband við fleiri sera áhugaverdar venjarar, bæði úr øðrum norðurlondum og longri úti í Evropa, so vit eru væl nøgd við tilgongdina. Sambandið við Signe hevur verið gott frá byrjan, og at enda vóru vit ivaleys í, at hon er tann rætta til okkum. Signe hevur góðar og viðkomandi starvsroyndir við sær, og so hóskar hennara menska og virðir sera væl til tann vegin, vit ynskja at flyta føroyskan gentu- og kvinnufótbólt.
Soleiðis sigur tekniski stjórin í FSF, Pætur Smith Clementsen, millum annað um starvsetanina. Í sáttmálanum, sum partarnir undirskrivaðu í vikuni, verður eisini tilskilað, at Signe umframt at vera landsliðsvenjari, fer at hava dagligt arbeiði á fótbóltsdeildini hjá FSF, har hon fer at samstarva við feløgini um menning av gentu- og kvinnusíðuni sum heild. Sáttmálin er galdandi í fýra ár.
– Eg eri ómetaliga spent til at byrja í starvinum. Eg havi fingið eina góða mynd av føroyskum fótbólti og síggi nógvar spennandi møguleikar í tí arbeiðnum, sum verður gjørt fyri at lyfta gentu- og kvinnufótbóltin í Føroyum. Samansetingin millum landsliðsarbeiðið og gerandisdagin, har vit skulu royna at menna umhvørvini úti í feløgunum, hóskar eisini sera væl til mín, sigur danin við fsf.fo.
Svenn Olsen heldur fram sum hjálparvenjari og skal hava høvuðsábyrgd til dystirnar móti Luksemborg í apríl (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
Nýggi A-landsliðsvenjarin hevur kandidatútbúgving í ítrótti og heilsu við sergrein í kapping og úrvalsítrótti og tekur í løtuni UEFA Pro-venjaraprógv. Hon skal starvast í Danmark nakrar mánaðir afturat, til uppsagnartíðin har er av, boðar FSF frá.
Signe Pries Andersen byrjar formelt í starvinum hjá Fótbóltssambandinum 1. juni. Tó verður hon partvíst við til venjingardystirnar móti Luksemborg í næsta mánaði, tá hjálparvenjarin Svenn Olsen fer at hava høvuðsábyrgd. Rúni Klein Joensen er lagdur afturat toyminum sum málmansvenjari.
– Eg gleði meg til at hitta landsliðshópin og so eisini til lutakastið 2. mai (til Nations League), har vit fara at finna útav, hvørjum vit skulu spæla ímóti í heyst. Harumframt eri eg eisini byrjað at seta meg inn í føroyska fótbóltslandslagið og feløgini, sum eg eisini gleði meg til at samstarva við, sigur Signe Pries Andersen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2023
Føroyar skoraðu bert 17 ferðir í Bukarest, og tað var júst størsti trupulleikin: At føroysku spælararnir ikki fingu bilbukt við rumenska málverjan. EM-vónin hongur nú á einum sigri móti Ukraina á heimavølli 26. apríl
Teir í føroysku leguni vistu, hvussu trupult tað fór at verða í Rumenia, men í mun til at Føroyar vunnu dystin millum liðini síðsta mikudag, og at málið hjá Hondbóltssambandinum og teimum í hópinum er EM 2024, so var dysturin leygardagin eitt vónbrot - eitt er, at rumensku favorittarnir vunnu á heimavølli, men tað gjørdist ongantíð heilt tætt og veruligur spenningur um útfallið. Heldur nærkaðist munurin í løtum einum tvísiffraðum tali.
Tað var serliga álopsspælið, ið ikki livdi upp til vónirnar. Til tíðir var spælið gott, men málverjin, Ionut Iancu, fekk skjótt takið á føroysku skjúttunum. Serliga var tað skotini á vonginum, sum Iancu hevði gott tamarhald á: Føroyar skoraðu bara átta útav 19 harfrá; tá Iancu ikki bjargaðu, raktu vengurnir stongina ella yvirleggjaran í nøkrum førum
Trupulleikar vóru tó eisini alla aðrastaðni. Iancu bjargaði langskotum, av strikuni, føroyingarnir skutu uppum, framvið og millum annað Tróndur Mikkelsen - ið stríddist væl í serliga verjuni - raktu stongina ella yvirleggjaran samanlagt tríggjar ferðir. Samanlagt skoraðu okkara bara upp á beint undir 40 prosent av skotunum, og tá mótstøðumálverjin bjargar 48 prosent av skotunum, ið raktu málið, og man bert skorar 17 ferðir í nýmótans hondbólti, so er ógvuliga trupult at vinna.
Verjan spældi annars ikki nakran vánaligan dyst, hóast ávísar betringar kundu verið, og serliga Nicholas Satchwell helt Føroyum inn i í dystinum við einum bjargingarprosenti á yvir 40.
Rumenar fóru niður í ferð og góðsku seinna helmingin av hálvleikinum. Tá var tó avgjørt, og Rumenia kom á 9+ eina løtu í tí, sum fór at líkjast einum skrædli.
Føroyska liðið skoraði bert fýra mál fyrstu 21 minuttirnar í seinna hálvleiki. Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði til tíðir trupult við at finna stevið, og spældi ikki seinastu góðu tjúgu minuttirnar. Ymsar loysnir vóru royndar, men Jónas Gunnarson Djurhuus fekk hol á pannuna eftir harðan samanstoyt í bert sínum næsta álopi - beint fyri hálvleik.
Tað er kanska at undrast á, at loysnin við Halli Árason ikki varð roynd áðrenn 55. minutt, tá tað var so strivið og óeffektivt í álopinum, har føroyska liðið eisini varð lokkað inn í nakrar fellur. Einasti lámi bakspælarin í hópinum kom inn til seinastu minuttirnar og sín fyrsta landsdyst. Hann hevði eitt upplegg og eitt mál - men eisini tvey brend skot og tað var ein fín mynd uppá dystin, har føroyingar eisini gjørdu alt ov nógvar tekniskar villur.
Føroyska liðið helt ongantíð uppat at stríðast hart og skal taka hendan stríðsviljan við til næsta mánaði, tá fleiri mál eisini skulu skjótast.
Oddaliðið í bólkinum, Eysturríki, vann sama dag 31-28 á Ukraina. Føroyar taka ímóti Ukraina 26. apríl, og um ein sigur kemur í hús, verður tað helst eisini talan um eitt 3. pláss í undankappingarbólkinum, og kann hetta geva atgongd til EM-endaspælið.
EM-undankapping, 4. umfar
Leygardagin 11. mars
Rumenia - Føroyar 25-17 (14-10)
Føroysku málskjúttarnir/skotini:
Hákun West av Teigum 4/9
Elias Ellefsen á Skipagøtu 2/6
Rói Berg Hansen 2/4
Teis Horn Rasmussen 2/2
Leivur Mortensen 2/4
Tróndur Mikkelsen 2/7
Óli Mittún: 1/4
Helgi Hildarson Hoydal: 1/2
Hallur Árason: 1/3
Pauli Mittún 0/2
Allan Norðberg 0/1
Samanlagt: 17/43
Støðan í bólki 4 eftir fýra umfør
Eysturríki 8 stig
Rumenia 4 stig
Ukraina 2 stig
Føroyar 2 stig
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2023
Av liðunum sum liggja á 3. plássi í sínum EM-undankappingarbólki í løtuni, eru tað bert Føroyar og Niðurlond, ið hava fingið stig móti liðunum omanfyri. Tað eru hesi, sum kunnu verða avgerandi - alt verður avgjørt síðst í apríl
Hóast Føroyar taptu greitt í Rumena leygardagin, so eru framvegis rímiliga góðir møguleikar fyri, at manslandsliðið fer at skriva søgu við at spæla seg til EM 2024.
Um Føroyar enda nummar tvey í bólkinum, er tað heilt vist, at liðið fær pláss í endaspælinum. Hetta er tó ógvuliga lítið sannlíkt eftir úrslitið í Bukarest, men eitt triðja pláss kann eisini verða nóg mikið.
Í útgangspunktinum er tað 50-50, um hetta røkkur. Átta undankappingarbólkar eru, og fýra teir bestu trýararnir koma til EM-endaspælið. Tað sum telur eru stigini móti teimum báðum liðunum, ið enda nummar eitt og tvey í bólkinum.
Bólkur 4 hevur eftir fýra umfør Eysturríki á fyrsta plássi og Rumenia sum nummar tvey. Eysturríki hevur longu tryggjað sær EM-pláss, og Rumenia hevur bara tapt í Føroyum. Hetta merkir, at Føroyar hava tvey stig, og í mun til seks av hinum sjey liðunum, sum í løtuni eru á 3. plássi í sínum bólki, so telja hesi stigini í "trý'ara-roknistykkinum".
Kelda: EHF ("Pld" stendur fyri dystir spældi móti liðum hægri á stigatalvuni í bólkinum higartil)
Sum talvan vísir, so er tað annars bert í bólki 5, at nummar trý hevur vunnið á liði, sum í løtuni liggur omanfyri. Seks umfør eru, og harvið eru tvey eftir. Hetta merkir, at um Føroyar skulu verða yvirhálaðir, skulu óvæntað úrslit henda síðst í apríl í minst trimum av hinum bólkunum.
Harvið gevur heimasigurin á Rumenia liðnum hjá Peter Bredsdorff-Larsen ein stóran fyrimun, og Rumenia kann tryggja sær annað plássið við at fáa tvey stig afturat.
Alt hetta er tó líkamikið, um ikki Føroyar vinna á Ukraina, sum vitjar 26. apríl. Hetta eru triðju ferð á rað, at liðini eru í EM-undankapping saman, og í báðum førum hevur Ukraina vunnið við einum máli á útivølli móti føroyingum. Um okkara megna at knógva tað hesuferð, so kann tað verða avgerandi í mun til at røkka stóra málinum.
Stutt sagt: Føroyar hava elt í egnum hondum síðst í apríl, men tað kann eisini gerast talan um eitt heldur fløkt, men spennandi roknistykki, tá síðstu EM-atongumerkini skulu gerast upp.
Tað er longu útselt til dystin móti Ukraina, og júst heimavøllurin kann fáa stóran týdning (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2023
Ungi hoyvíkingurin hevur spælt við Kristiansand í eitt ár, men fer nú víðari. Trý ára sáttmáli er undirskrivaður við Team Sydhavsøerne
Pauli Mittún hevur skrivað undir við danska hondbóltsfelagið Team Sydhavsøerne, sum spælir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
20 ára gamli landsliðsleikarin skifti úr H71 fyri einum góðum ári síðani til Kristiansand í fremstu norsku deildini.
(Mynd: Tsho.dk)
- Eg gleði meg til at gerast partur av Team Sydhavsøerne, og tað er eitt spennandi projekt, sum tey arbeiða við. Eftir góðar samrøður við ítróttarstjóran, venjaran og kropsliga venjaran, eri eg sannførdur um, at hetta er rætta staðið at menna meg, sigur hoyvíkingurin við heimasíðuna hjá felagnum.
Pauli Mittún spælir í Noreg kappingarárið út. Sáttmálin í Danmark er galdandi í trý ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2023
Vunnu 3-2 á Team Køge og hava spælt seg í hálvfinalurnar í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri kvinnur
Súsanna Sólrunardóttir Ludvig og lið hennara Brøndby VK spældu seg í vikuni víðari í hálvfinalurnar í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri kvinnur.
Súsanna og Brøndby VK vunnu 3-2 á Team Køge við settúrslitunum 20-25, 25-19, 25-21, 15-25 og 15-6. Fyrri dysturin í Køge endaði eisini við 3-2 sigri til Brøndby.
Súsanna spældi ein góðan dyst og vann 9 stig til Brøndby í hesum dystinum.
Brøndby VK gjørdust meistarar síðsta kappingarár, og eru tí enn við í stríðnum um meistaraheitið, hóast byrjanin av hesum kappingarárinum ikki var av so góð.
Áslakur Holm og lið hansara VK Vestsjælland megnaðu ikki at spæla seg í hálvfinalurnar. VK Vestsjælland tapti fjórðingsfinaluna 3-0 fyri Ikast KFUM.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2023
ASV, Aarhus Studenternes Volleyballforening, við Bjørk Nolsøe Isaksen á odda, vann leygardagin greiðan 3-0 heimasigur
ASV, Aarhus Studenternes Volleyballforening, við føroysku Bjørk Nolsøe Isaksen á odda, vunnu leygardagin greiðan 3-0 heimasigur í Århus Gl. Stadionhal á IF Lyseng í donsku 1. deild. Settúrslitini vóru 25-23, 25-10, 25-12.
Harvið hevur ASV vunnið 1. deild vestur hóast tríggir dystir eru eftir at leika. Tær hava 42 stig, meðan Fortuna Odense Volley og Aalborg Volleyball liggja ávíkavist nummar 2 og 3 bæði við 31 stigum.
Síðsta ár blivu ASV damurnar nummar 2, nøkur fá stig aftanfyri Ikast, ið vann og rykti upp í bestu deildina.
Hettar er annað árið at Bjørk Nolsøe Isaksen spælir sum kantáleypari á liðnum.
Við skørpum hoppservum, hørðum smasjum og stabilum servimóttøkum og verjuspæli, er hon vorðin ein lyklaleikari á liðnum og er fleiri ferðir kosin dagsins leikari.
Fyrra partin av kappingarárinum, spældi Eva Winther Nagata nakrar dystir sum hevari á liðnum.
Í donsku 1. deild hjá kvinnunum eru 20 lið, og hesi eru býtt upp í tvær kappingar, 10 lið í 1. deild vestur og 10 lið í 1. deild eystur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2023
Havnar Fimleikafelag og Støkk fingu tvey gull hvør, og Ljósið eitt
Seinna steypakapping í estetiskum fimleiki var leygardagin 11. mars, í Bylgjuni í Runavík.
Úrslitini frá kappingini gjørdust hesi:
Nora hjá Havnar Fimleikafelag (Mynd: Jón K. Joensen)
Pinkur:
Nr. 1: Nora hjá Havnar Fimleikafelag við 13,65. Tær gjørdust eisini steypavinnarar við samanlagt 27,80.
Nr. 2: Aura hjá Klaksvíkar Fimleikafelag við 12,80. Samanlagt fingu tær 25,90.
Nr. 3: Nava hjá Støkk við 12,50. Samanlagt fingu tær 25,40.
Nr. 4: Vega hjá Ljósinum við 10,00. Samanlagt fingu tær 20,68.
Nr. 5: Liva hjá Støkk við 8,90. Samanlagt fingu tær 17,60.
Nr. 6: Alda hjá Havnar Fimleikafelag við 8,30. Samanlagt fingu tær 16,78.
Norma hjá Ljósinum (Mynd: Jón K. Joensen)
Smágentur:
Nr. 1: Norma hjá Ljósinum við 15,55. Tær gjørdust eisini steypavinnarar við samanlagt 30,37.
Nr. 2: Nala hjá Havnar Fimleikafelag við 14,45. Samanlagt fingu tær 29,05.
Nr. 3: Luna hjá Støkk við 13,40. Samanlagt fingu tær 27,82.
Nr. 4: Urða hjá Støkk við 13,30. Samanlagt fingu tær 26,52.
Nr. 5: Astra hjá Klaksvíkar Fimleikafelag við 11,90. Samanlagt fingu tær 24,25.
Nr. 6: Nita hjá Havnar Fimleikafelag við 11,40. Samanlagt fingu tær 24,23.
Svalan hjá Støkk (Mynd: Jón K. Joensen)
Gentur:
Nr. 1: Svalan hjá Støkk við 16,80. Tær gjørdust eisini steypavinnarar við samanlagt 33,25.
Nr. 2: Mira hjá Havnar Fimleikafelag við 16,43. Samanlagt fingu tær 32,70.
Nr. 3: Ara hjá Ljósinum við 14,55. Samanlagt fingu tær 29,78.
Rósan hjá Støkk (Mynd: Jón K. Joensen)
Unglingar:
Nr. 1: Rósan hjá Støkk við 21,47. Tær gjørdust eisini steypavinnarar við samanlagt 43,00.
Nr. 2: Bjalla hjá Havnar Fimleikafelag við 21,08. Samanlagt fingu tær 42,36
Hulda Meliora hjá Havnar Fimleikafelag (Mynd: Jón K. Joensen)
Kvinnur:
Nr. 1: Hulda Meliora hjá Havnar Fimleikafelag við 21,97. Tær gjørdust eisini steypavinnarar við samanlagt 44,35.
Nr. 2: Lyra hjá Ljósinum við 21,33. Samanlagt fingu tær 43,90.
Nr. 3: Hulda hjá Havnar Fimleikafelag við 20,50. Samanlagt fingu tær 40,97.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2023
Síðan oktober 2022 hevur Róðrarsambandið, saman við lokalfeløgum, skipað fyri fýra grand prix kappingum í inniróðri, og tann seinasta var í høllini við Streymin leygardagin
Síðan oktober 2022 hevur Róðrarsambandið, saman við lokalfeløgum, skipað fyri fýra Grand Prix kappingum í inniróðri.
Fyrsta kappingin var á Eiði, onnur við Løkin í Runavík, triðja í høllini í Kollafirði og fjórða og seinasta umfarið var í høllini við Streymin, leygardagin 11. mars.
Til kappingina leygardagin varð samstundis kappast um føroyameistaraheitið fyri einstaklingar og lið.
Íalt 143 einstaklingar hava luttikið í einari ella fleiri kappingum í vetur, harav luttóku beint undir 100 einstaklingar í FM kappingini og 22 lið á 4 luttakarar í staffettkappingini.
31 føroyameistarar og 26 grand prix vinnarar, í aldrinum 12 til 60 ár, vóru funnir til kappingina leygardagin. Luttakararnir vóru úr øllum landinum, og flestu róðrarfeløg vóru umboðað í kappingini.
Róðrarsambandið hevur, umframt heimligu kappingarnar, luttikið í DM í Gladsaxe, har 11 ungir rógvarar undir 17 ár kappaðust við góðum úrslitum. Sjey vaksnir rógvarar vóru til EM í Paris og seks rógvarar luttóku í HM, sum var í Toronto í februar.
Íalt hava føroysku rógvararnir vunnið seg til 17 gull, 10 silvur, og 7 bronsu heiðursmerkir í uttanlandskappingum, umframt nakrir rógvarar sum luttóku í Open Nordic, ið varð skipað netborið í februar, eisini við góðum úrslitum.
Róðrarsambandið fegnast um góðu undirtøkuna og luttøkuna í inniróðri, bæði í Føroyum og uttanlands, har føroysku rógvararnir hava gott umdømi í róðrarheiminum.
FM-kappingarnar í summar
Aðalfundurin hjá RSF verður 18. mars, og eftir tað verður farið í gongd við at fyriskipa FM-kappingarnar í kappróðri í summar. Endalig avgerð er ikki tikin um nakað Ódnartak enn, men væntandi verður ein ella tvey í mai.
Fyrsti FM-róðurin verður á norðoyastevnu 3. juni, sundalagsstevna í Hósvík 17. juni, Jóansøka á Tvøroyri 24. juni, Varmakelda 1. juli, fjarðastevna á Strondum 8. juli, vestanstevna í Miðvági 15. juli og til seinast Ólavsøkan 28. juli.
Tvey nýggj róðrarfeløg eru stovnað seinastu árini - eitt á Eiði og eitt í Hvalba. Íalt eru nú 26 róðrarfeløg undir Róðrarsambandi Føroya, summi meir virkin enn onnur.
Kappróðurin hevur seinastu árini haft vaksandi luttakandi bátar og manningar.
Til samanlíkning kann nevnast, at í:
Umframt inniróður og kappróður, luttekur Róðrarsambandið eisini í Skúlaleikum og Føroyaleikum í samstarvið við Ítróttarsambandið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2023
Trý DM-heiti, eitt dansk met, og hópin av heiðursmerkjum. Tað var flotta úrtøkan, tá føroyskir vektlyftarar kappaðust í DM um vikuskiftið
Frank Petersen, sum er venjari hjá flestu av føroysku lyftarunum, var ikki bangin fyri at geva stór lyftir, tá seks føroyskarar lyftarar um vikuskiftið tóku lut í DM-kappingini.
Fleiri heiðursmerki vóru ávegis, og okkurt av teimum heilt víst úr gulli, helt Frank fyri, og tað skuldi so eisini vísa seg, at hann fekk rætt. Úrslitini í kappingini undirstrikaðu nevnliga væl og virðiliga menningina, sum er innan olympiska vektlyfting í Føroyum. Ein ítrótt, sum hevur verið í dvala í nøkur ár, men sum seinastu fýra árini veruliga er komin fyri seg aftur.
Tríggir danskir meistarar
Í tvídystinum, sum er samlaða úrtøkan fyri lyftini í trek og vend & stoyt, vóru DM-gullini tvey í tali.
Niels Áki Mørk var favorittur í vektflokkinum undir 61 kg hjá monnum. Niels Áki hevur annars tikið lut í flokkinum undir 67, men hann er lætnaðu fimm kilo, so hann kundi kappast í lægra flokkinum, og tað skuldi loysa seg.
Við 96 kilo í trekk og 110 í vend & stoyt lat hann ongan iva vera um, at hann var besti lyftarin í flokkinum. Eisini hevði hann 115 yvir høvdinum í triðju royndini, men dómararnir kolldømdu lyftið.
Tey 96 kg í trekk vóru hartil danskt met.
Maibrit Reynheim Petersen varð ikki roknað sum favorittur undan kappingini. Tann leiklutin átti Line Gude, sum telist millum allarfremstu kvinnurnar í ríkinum, meðan Maibrit og hinar so skuldu stríðast um silvur.
Men tað gekk ikki eftir vild hjá Line. Í trekk kiksaði hon allar tríggjar royndirnar, og so var Maibrit til reiðar at taka av. Maibrit vann gull í trekk við 81 kilo, og hon vann silvur í vend & stoyt við 99 kg. Tá lyfti Line 120 kg, men tað munaði lítið í tvídystinum, har Maibrit fór avstað við gullinum.
Eitt kilo frá samlaða gullinum
Og vildi heilt væl til, høvdu Føroyar eisini fingið eitt triðja gullmerki í tvídystinum.
Undan kappingini var Pól Hendrikur Andreasen farin ein vektflokk niður, og eftir trekk, var hann á odda í samlaðu kappingini.
Í vend & stoyt partinum gekk tað tó akkurát ikki. Alexander Nyberg lyfti tá 114 kg, og tí endaði hann samanlagt eitt kg framman fyri Pól Hendrik. Pól Hendrikur fekk sostatt eitt gull og tvey silvurmerki.
Eisini Leif á Bøgarði stríddi seg til silvur aftan fyri Tim Kring, sum hevur dominerað danska vektlyfting seinastu nógvu árini. Fyri einum ár síðani gjørdist Leif nummar trý, men hann hevur støðugt lagt fleiri kilo afturat sínum lyftum, soleiðis at hetta í ár rakk til silvur.
Og hjá Sofus Bech rukku royndirnar eisini til heiðursmerki, tá hann vann bronsu í vektflokkinum undir 102 kg. Sofus var til hesa kappingina farin ein vektflokk upp, og tí var ivasamt, um hann fór at røkka heiðursmerkjum. Men tað gjørdi hann so ruddiliga. Eftir trekk-lyftið var Sofu enntá nummar tvey, soleiðis at hann fekk eitt silvur- og tvey bronsumerki.
Sætti føroyskir luttakarin var Asta Egilstoft Nielsen. Asta er framvegis juniorur, men hon lýkur longu úttøkukrøvini til DM fyri vaksin, og serliga gekst henni væl í trekk, har hon setti nýtt føroyskt met við 59 kg. Í vend & stoyt eydnaðist henni ikki at lyfta 74 kg upp um høvd í seinastu royndini. Hevði tað eydnast, hevði hon samstundis lokið treytirnar fyri luttøku til NJM. Eitt mál, sum hon tó framvegis hevur góða tíð til at røkka.
Stórt vikuskifti
Frank Petersen, sum frá byrjan hevur verið ein stórur stuðul hjá føroyskari vektlyfting, var venjari hjá fimm av føroysku lyftarunum í DM-kappingini. Hartil er Pól Hendrikur Andreasen venjari hjá Astu Egilstoft Nielsen.
Frank var framúr væl nøgdur við tað, sum hann sá í Valby, og hann heldur, at talan var um eitt stórt vikuskifti fyri føroyska vektlyfting.
- Hetta hevur verið eitt stórt vikuskifti, og úrslitini hava verið framúr. Eg havi úttikið Niels Áka og Maibrit til norðurlendsku meistarakappingina, sum verður í Landskrona seinni í ár, og eg vænti eisini, at tað eru fleiri onnur, sum fara at røkka úttøkukrøvunum í ár.
- Tað er tríggir av okkara lyftarum fáa gull, og at vit hartil hava bæði silvur og bronsu, var eitt sindur meira, enn eg hevði roknað við. Men tað vísir eisini, at vit eru til reiðar at taka av, tá møguleikin er har.
- Nú taka vit eina viku við hvíld, og so ræður aftur um at arbeiða fram móti nýggjum málum, sigur Frank Petersen.
Nýggj met
Asta Egilstoft Nielsen: Trekk 56 kg føroyskir junior , U23 og senior-met. Tvídystur 123 kg føroyskir junior , U23 og senior-met
Niels Áki Mørk: Trekk 96 føroyskt og danskt senior og U23-met. Tvídystur 206 føroyar senior og U23-met
Leif á Bøgarði: Trekk 107 kg føroyskt met í masters 35-39 ár. Vend & Stoyt132 kg føroyskt met í masters 35-39 ár. Tvídystur 239 kg føroyskt met í masters 35-39 ár
Sofus Bech :Trekk 113 kg Føroyskt senior-met, Vend & Stoyt135 kg Føroyskt senior-met, Tvídystur 248 kg Føroyskt senior-met
Føroysku úrslitini
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2023
Eftir 18 ára oyðimarkargongd kemur billardgullið nú aftur til høvuðsstaðin
Hóast eitt umfar er eftir spæla í FM kappingini í billard fyri lið, so er greitt, at Havnar Billardfelag nú ber FM heitið aftur í Havnar Klubba. Í nærum tvey ártíggju er FM heitið í billard fyri lið, og harvið gullið, endað hjá feløgum uttan fyri Havnina. Tað veri seg í Fuglafirði, í Klaksvík og á Tvøroyri.
Men leygardagin kundu bæði oddaliðini hjá Havnar Billardfelag sanna danska orðatakið, at “Øvelse gør mester”. Miðvís og áhaldandi venjing blandað saman við hegni og talenti hava latið porturini upp til ovastu trónuna í føroyska billardheiminum.
Eftir at Habi2 liðið við Nils Nielsen og Per Hansen fyrst megnaði at spæla javnt móti Tvøroyrar Billardfelag og harvið ruddaði slóð fyri besta liðnum hjá felagnum, tóku Ólavur Kjølbro og Jógvan Jørgensen á Habi1 sakina í egnar hendur, ruddaðu borðini í Havnar Klubba og vunnu 6-2 á Tvøroyrar Billardfelag. Eitt úrslit, sum nú hevur lagt havnaliðið einsamalt á odda í FM kappingini, og harvið fingið aðra hondina um gullstreypið.
Hóast góð úrslit í kappingini, so gjørdust Páll Heri Nolsøe og Max Rasmussen ov stuttir til at røkka einum finaluplássi, tá teir vitjaðu Havnar Billardfelag leygardagin. Teir hava kortini enn møguleikan at vinna silvur, tó at tað krevur, at teir standa seg betur enn Habi2 í seinasta umfarinum um knappar tvær vikur.
Hóast lítil ivi nú er um, at hetta liðið fer at gerast føroyameistari, tá seinasta umfarið verður spælt í Klaksvík um tvær vikur, so kann tað koma hartil, at bæði liðini hjá Havnar Billardfelag koma at standa á jøvnum í stigum eftir seinasta umfarið. Tað er tó lítið sannlíkt.
Men Habi1 við Kjølbro og Jørgensen liggur longu fleiri borðlongdir á odda, tá talan er um samlaða talið av eygum. Tá javnt er í stigum, telja eyguni. Tí kunnu vit sjálvandi við fyrivarni longu nú siga, at Havnar Billardfelag fer við gullinum og um heilt væl vil til so møguliga eisini við silvurinum men tá skal seinna havnaliðið taka fleiri stig heim í seinasta dystinum. Hinvegin kann TVBF røkka silvurinum, um teir taka nøkur stig í Fuglafirði.
Eftir kappingina hetta vikuskiftið stendur púra greitt, at hvørki tvørámenn, klaksvíkingar ella fuglfirðingar hava møguleika at gerast føroyameistarar. Tvøramenn hava sum sagt enn møguleikan at fara við silvurinum, um teir klára seg væl í Fuglafirði, og Habi2 klárar seg minni væl í Klaksvík.
Støðan í stigum undan seinasta umfarinum er henda:
HABI1 55
HABI2 47
TVBF1 43
KLBF1 37
KLBF2 13
BFF1 13
Øll liðini hava spælt 9 dystir uttan KLBF2 og BFF1, sum hava spælt 8 og mangla dyst móti hvørjum øðrum.
Í seinasta umfari um tvær vikur spæla:
KLBF1 - HABI1
KLBF2 - HABI2
BFF1 - TVBF1
Um kappingina leygardagin kann sigast, at tvøramenn komu ongantíð rættiliga fyri seg, hóast Páll Heri lætt og hegnisliga feldi manga keyluna og vísti framúr gott spæl, sum tó ikki rakk til ein oddasess. At lata frá sær 4 stig til Habi2 fyrrapartin, ruddaði tó slóð fyri Habi1 liðinum, sum longu tá var nærum tryggjað FM heitið, og tað gjørdi eisini sigursgongdina uppaftur lættari.
Hóast Tvøroyrar Billardfelag átti sjálvan føroyameistaran fyri einstaklingar og besta spælaran í landinum gjøgnum hetta kappingarárið, so megnaði Páll Heri Nolsøe saman við Max Rasmussen ikki at syfta frægu Habi1 spælararnar Ólavi Kjølbro og Jógvan Jørgensen.
Ólavur var dagsins maður. Hann skaraði heilt framúr, og var suverenur við einum meðaltali uppá 38,46 eygu í øðrum dystinum. Hann hevur sum fáur eygað fyri at raka kúlur og keylur við millimetra beinrakni. Róligur og stillførur sum ein tikari, ið fer eftir sínum offuri. Samanlagt hevði hann 30 eygu í meðal. Hann hevði eisini eitt umfar uppá 234 eygu. Næstur honum varð Páll Heri Nolsøe við einum meðaltali uppá 30,25 eygu í øðrum dystinum.
Nils Nielsen hevði besta umfarið í kappingini leygardagin uppá 264 eygu. Hann og Per Hansen megnaðu at spæla javnt móti Tvøroyrar Billardfelag og vóru harvið nærum við til at tryggja spælibrøðrunum í Havnar Billardfelag FM heitið
Nils Nielsen, sum spældi á Habi2 liðnum, vísti eisini framúr gott spæl móti Páll Hera Nolsøe, tó at hann ikki vann tann dystin. Hann hevði eitt umfar uppá 264, sum var tað besta í kappingini leygardagin. Og helst tað besta í hesum kappingarárinum. Í tí dystinum hevði hann 29,73 eygu í meðal. Saman við makkaranum Per Hansen megnaðu teir javnleik móti Tvøroyri og góvu harvið spælibrøðrunum á Habi1 bilettina til endaliga FM pallin.
Hóast spenningurin nú er rokin í oddinum, so er kortini stórur spenningur um, hvat lið í 1. deild flytur niður í 2. deild næsta kappingarár. Sum støðan er í løtuni standa botnliðini úr Klaksvík og Fuglafirði á jøvnum við 13 stigum hvør. Kortini er longu avgjørt, at Skálafjarðar Billardfelag flytur upp í bestu deildina.
Einki minni enn eitt bragd, nú teir eru so nýggir í føroyskum billardspæli - at byrja í 3. deild og síðani flyta upp í 2. deild og loksins í 1. deild.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald