Leygardagur 25. mars 2023 | Nr. 12 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 4
SíÐa 7
SíÐa 24
SíÐa 11
SíÐa 15
SíÐa 6
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Í ein útsynning úr Føroyum, nakrar og 50 fjórðingar frá oyggjunum, liggur eitt havøki, sum sambært vitandi fólki er nakað heilt fyri seg, kanska í heimshøpi.
Vit tosa sjálvandi um Føroyabanka, ein hædd á havbotninum við ríkum fiska- og djóralívi, væl vard av djúpun rennum allan vegin rundanum. Jarðarinnar djúpi andadráttur gjøgnum hesar rennur er so sterkur og ógvusligur, at eitt botnfisksslag sum toskur ikki sleppur tvørturum.
Og tað sigst, at hetta er orsøkin til, at toskurin á bankanum hevur ment seg til nakað heilt serligt. Bankatoskur er ikki sum toskar flest – hann er sítt heilt egna slag.
Ikki bara er hann øðrvísi í útsjónd enn “vanligur” toskur, men tað verður sagt fyri vist, at hann eisini smaðkar betri.
Tí er tað ikki uttan orsøk, at spaniólar og baskarar við skili fyri góðum ‘baccalao’ fáa jólaljós í eyguni, tá tey hoyra um bankatosk. Tey minnast, at hesin kritahvíti toskurin, var tann besti av øllum tí saltaða fiskinum, sum plagdi at koma á marknaðin har.
Eisini á bretsku oyggjunum hava tey í øldir kent til fisk av bankanum. Her er tað hýsan, ið er serliga gitin, tí hon var hin besta at brúka til ‘fish & chips’.
Tað er ein sannroynd, at eftirspurningurin eftir fiski av Føroyabanka framvegis er til staðar, og tað er eisini ein sannroynd, at keyparar eru sinnaðir at rinda fleiri ferðir vanliga dagsprísin fyri at fáa hendur á einum bankatoski.
Tí er tað so ógvuliga umráðandi, at farið verður fram við skynsemi, nú talan er um at lata Føroyabanka upp fyri fiskiskapi aftur eftir at hava verið friðaður í 15 ár.
Sjálvandi skulu vit lurta eftir fiskifrøðini, hvørs ráð í dag eru, at toskastovnurin skal umsitast á skynsaman og burðardyggan hátt.
Hvussu tað so verður gjørt, er stóra avbjóðingin.
Loysnin er ikki at geva stállínuskipunum rættin at fiska toskin á bankanum.
Tey hava prógvað, at tey ikki síggja veruliga virðið í tilfeinginum, ið svimur har úti. Eitt nú við at blaka høvdini um lúnningina aftur. Lívfrøðiliga faktað viðvíkjandi júst bankatoskinum er, at hann hevur lutfalsliga størri høvd, enn vanligur toskur. Øll, ið kenna til at matgera fisk vita eisini, at bestu bitarnir sita á høvdinum, men ofta blívur tað ikki so nógv, sum høvdini bera. Men í hesum føri úti á Bankanum, kunnu høvdini vera so stór sum fótbóltar.
Og tá er tað eitt oyðsl av óhoyrdum dimensjónum at lata alt hetta fara til spillis, bara tí at tað ikki kann skerast til flak.
Fyrsta treyt fyri at fáa burðardygga veiðu burtur úr hesum serliga fiskiskapi er – sjálvandi – at alt verður tikið til lands. Og so skal fiskurin eisini handfarast við virðing fyri hesi ómetaligu guðgivnu gávu.
Tað fyrsta, ið gerast skal, er at fáa sertifiserað bankatosk sum eina serliga vøru – eitt terroir – á hædd við vín, ostar, skinkur og annan serligan mat, ið hoyrir til eitt ávíst avmarkað øki. Neyðugt er at seta gongd á granskingarætlanir beinanvegin - eisini fyri at fáa at vita, hvat bretar og onnur vita um fiskin á bankanum, tí tað sigst, at fremmand havrannsóknarskip gjørdu sínar royndir, áðrenn Føroyar fingu sín sjálvsagda ræðisrætt yvir Bankanum.
Síðuleypandi skal arbeiðast fyri, at Føroyabanki gerst ein tjóðarlund, og kemur á Unesco-listan yvir heimsarvin, sum ein unikkur partur av verðini.
Út frá hesum eigur veiðan at skipast við strongum krøvum til fiskifør, hagreiðing, hvussu long tíð skal ganga áðrenn fiskurin verður avreiddur og so framvegis. Fiskurin skal landast til ávís virkir, ið eru góðkend til at salta tosk og ísa hýsu til serligu keypararnar úti í heimi, ið eru sinnaðir at rinda tann yvirprís, sum hesin makaleysi fiskurin hevur uppiborið.
Sjálvandi skulu føroysku matstovurnar hava sín framíhjárætt til rávøruna, eins og ein prosentpartur kundi verið latin á ein marknað ella eitt torg har landins borgarar – eigararnir av tilfeinginum – fáa møguleika at keypa sær eitt kók eisini.
Hetta er eitt neyðugt arbeiði, ið eigur at fara í gongd ongantíð ov skjótt.
- Nú ræður um at vísa, at vit klára at umsita serliga toskastovnin á ein burðardyggan hátt, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur
Havrannsóknarskipið Jákup Sverri hevur verið á síni hálvárligu yvirlitstroling úti á Føroyabanka, og úrslitið av túrinum er, at Havstovan nú torir at boða frá, at toskurin á bankanum er komin fyri seg aftur.
Í samrøðu við Dag og Viku hóskvøldið, greiddi Petur Steingrund, fiskifrøðingur og serfrøðingur í toskastovninum frá, at tað var “væl at fáa av stórum og góðum toski” umframt hýsu. Veiðan var so mikið góð, at hon líktist fiskiskapinum, tá stovnurin hevði tað best í árunum 1996 til 2003, segði fiskifrøðingurin.
Í 2008 varð mett, at toskastovnurin á Føroyabanka var so mikið illa fyri, at bann varð sett fyri allari veiðu. Bankin var friðaður líka fram til 2021, tá bátar aftur fingu loyvi at veiða bankatosk í minni nøgdum.
Tað gekk seint fyri seg at síggja effektina av friðingini. Ikki fyrr enn í 2016-2017 sást, at hýsan var komin fyri seg aftur. Og ikki fyrr enn í 2020 og 2021 sást, at toskastovnurin hevði tað betri.
Fiskirannsóknarstovan mælir framvegis til avmarkaðan fiskiskap á bankanum. Tilmælið fyri í ár er at geva línu- og útróðrarbátum loyvi at fiska í 200 dagar.
Petur Steingrund, fiskifrøðingur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hóast úrslitið í ár bendir á, at stovnurin er komin fyri seg aftur, so mælir Petur Steingrund um framhaldandi at vísa varðsemi.
- Tað ræður um at ansa væl eftir Føroyabanka. Latið okkum nú visa, at vit kunnu umsita eitt øki væl. Vit síggja her úrslitið av eini langari friðing. Nú ræður um at halda fast, og vísa at vit klára at umsita Føroyabanka burðardygt, segði Petur Steingrund við Dag og Viku.
Hetta vikuskiftið er møguleiki at smakka serstakliga góða toskin, ið er at fáa á Føroyabanka. Matstovan Áarstova skipar fyri serligum bankadøgum hetta vikuskiftið.
Sí innslagið í Degi og Viku her
(Mynd: Johan Mortensen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2023
Stórt Nato-skipafylgi hevur seinastu dagarnar vitjað Havnina
Heimurin er nógv broyttur hesa seinastu tíðina og tí hevur Nato sum verjufelagsskapur eisini tørv á at gera vart við sína hjávera. Og tað er orsøkin, at havnarfólk í vikuni hava uppliva seks grá herskip liggjandi við molan.
Talan er um ein fleirtjóða flota av minusóparum undir norskari leiðslu.
Ovasti fyri flotadeildina er Ole Torstein Sjo, kommandørkapteynur umborð á norsku fregattini HNoMS Nordkapp.
Fregattin hevur leiðsluna í skipafylginum, sum annars øll eru minusóparar. Ein norskur, ein týskur, ein estiskur, ein niðurlendskur og ein belgiskur.
Í vikuni vóru føroyskir fjølmiðlar bodnir umborð á serliga norska minusóparan HNoMS Otra at fáa eina rundvísing og eina frágreiðing um hví skipini vitja Havnina.
Sjo kommandørkapteynur greiðir frá, at tey eru partur av eini standandi deild av minusóparum, sum virka undir Nato-leiðslu. Ein slík flotadeild finst í Norðuratlandshavi og ein í Miðjarðarhavinum.
Nato-londini bjóða sjálvi inn við skipum til hesa deildina, og leiðslan gongur upp á skift millum londini. Hetta hálvárið er tað Noreg, sum hevur leiðsluna. Skipini venja at sópa minur, tileinkisgera gamlar minur og hava venjingar í samskifti sínámillum.
Ein partur er eisini at vitja havnir í økinum, sum skipini virka í – eisini fyri at geva manningini aðrar upplivingar enn tað, tey kunnu uppliva umborð.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Luftpútubátur
Umborð á Otra er heldur trongligt. Skipið er ikki stórt – 55 metrar langt og 13,6 breitt – men kortini telur manningin 40, harav fleiri eru ungfólk í herskyldu (sum í Noregi er eitt heilt ár við møguleika at leingja).
Tá talan er um minusóping, so krevjast nógvar hendur at handfara útgerðina, og tað er orsøkin til, at tey eru so talsterk umborð.
Otra er eitt heilt serligt skip, og líkist ikki hinum førunum við molan í Havn. Otra er nevniliga ein breið tvíkilja, men ikki bara tað. Otra er eisini eitt luftpútufar, sum kann lyfta seg upp úr sjónum.
At stinga so lítið sum møguligt – ja, nærmast liggja yvir vatnskorpuni – er eyðvitað ein fyrimunur, tá tað snýr seg um at finna minur, ið jú eru gjørdar fyri at tiltrekkjast skipsskrokkum.
Otra er eisini bygt úr glasfipuri, sum ger farið enn tryggari í minufyltum sjógvi. Umborð eru tvey maskinrúm, eitt í hvørjum skrokki. Í hvørjum rúmi eru tvær diesel-maskinur. Ein til framdrift, Otra hevur ikki aksil og skrúvur, men brúkar “vatn-jet”. Hin maskinan drívur eina probell til at lyfta skipið upp úr sjónum.
Skulu slóða fyri
Uppgávurnar hjá minustrúkarum er at slóða veg fyri onnur før í krígsstøðum við minuvanda.
Tað eru ymsir mátar, sum verða brúktir, tá sjóøki verða ruddað fyri minur.
Sonar verður brúkt fyri at leita eftir “lutum” í sjónum, sum kunnu vera minur. Ein máti at rudda er við at sópa – tað vil siga, at sjógvurin verður “sópaður” við veirum, har tað eru knívar á, ið kunnu loysa minurnar, so at tær flotna upp í vatnskorpuna og har tileinkisgerast.
Annar máti er at senda fjarstýrd før niður til “lutin”. Hesi før eru útgjørd við spreingiløðing, sum kann brúkast til at tileinkisgera minuna.
Triði mátin er at senda serútgjørdar kavarar niður, ið kunnu festa spreingiløðing á minuna, so hon harvið kann tileinkisgerast. Á ferðini í Føroyum er eitt lið av slíkum minukavarum við – hesir koma úr Lettlandi.
Neyðugt við minusóparum
Hóast minur ikki eru lagdar út í sjóøki nærhendis okkum síðan annan heimsbardaga, so er tað sambært Ole Torstein Sjo, kommandørkapteyni, neyðugt við einum Nato-flota við minusóparum.
Tað finnast framvegis minur frá fyrra og øðrum heimsbardaga, ið kunnu vera til vanda. Ikki minst í baltisku londunum, har tað ikki varð gjørt so nógv við at rudda minufylt økir eftir kríggið.
Men hóttanir um at leggja út minur eru altíð til staðar – ikki minst nú, tá heimurin er vorðin nakað væl minni tryggur.
Vit skulu heldur ikki so langt burtur fyri at finna økir, har minur hava verði brúktar enn tann dag í dag – eitt nú út fyri Libya, Sýria og nú eisini í Svartahavinum í sambandi við russiska álopið á Ukraina.
Meðan skipaflotin liggur í Havn hvur verið skipað fyri útferðum fyri manningunum, eins og flotaleiðslan hevur vitjað á Tinganesi.
Enn er ógreitt nær skipini leggja frá landi aftur – tað avgerð veðrið.
Skipini í fylginum eru hesi: FGS Rottweil, Týskland, HNLMS Schiedam, Niðurlond, HNoMS Nordkapp, Noreg, BNS Bellis, Belgia, HNoMS Otra, Noreg, og ENS Sakala, Estland.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2023
- Ein óbeskrivilig løta, skrivar pápin um, tá andingartólið varð sløkt, og drongurin byrjaði at vakna til lívs aftur
Týsdagin støðgaði gerandisdagurin upp eina løtu hjá nógvum fólkum, tá miðlarnir bóru tíðindi frá politinum um, at ein drongur varð funnin lívleysur í barnagarðinum á Oyrarbakka.
Barnið varð flutt á Landssjúkrahúsið og “meira verður ikki kunnað um hendingina” vóru stuttu boðini frá løgregluni.
Mikukvøldið vóru boðini meira hugalig. Pápin til drongin, ið sjálvur var til skips, men í skundi varð fluttur til Føroya, greiðir sjálvur frá støðuni á Facebook:
"Hey tit øll góðu fólk, her er ein lítil heilsan av Intensiv á LHS. Til øll tykkum sum á ein ella annan hátt hava sent okkum heilsu/tankar og bønir teir síðstu 36 tímarnar; stóra takk fyri at tit hugsaðu og bóðu fyri okkara lítla Fríða.
Sjálvur var man til skips, tá man fekk tey ringastu boðini ein kann ímynda sær, nemmiliga at lítla barni var fari frá okkum, tað var líka sum, at alt samalt steðgaði upp, og lívi bleiv púrasta broytt upp á eitt splitt sekund.
Reiðarin hjá mær, tók og handlaði rættuliga skjótt, gjørdi ikki matari enn, at leiga mær eitt leiguflogfar beinleiðis til Føroyar úr Skotlandi, tað var sera sera pent gjørt av honum, skal sigas.
Frá at hava verði í svartasta holinum ein kann ímynda sær, eru nokk allar bønir hoyrdar, og uppreisnin bleiv ein veruleiki. Ætlanin var at prøva at sløkkja andingartóli í dag, og vita hvussu kroppurin reageraði, tað var ein sera nervapirrandi løta, ið tá fór fram, tí tá kundi eingin siga við vissu hvat tá fór at henda; jú mín sann:) eftir ca. 25min aftaná tey høvdu steðga allari medisin viðgerð, byrjaði lítli at vækna til lívs aftur, tað var barasta ein so óbeskrivilig løta, at tað kann ikki setast orð á ta løtuna.
Eg vil samstundis eisini siga eina stóra tøkk til pedagogarnar/hjálparfólkini í barnagarðinum, fyri skjóta og góða, professionella hjálp alt fyri eitt, tá nú óheldig skuldi verða úti, hattar var eitt henduligt óhapp, ið eingin orduliga kann verja seg ímóti, og saman koma vit sterkari útaftur, aftaná eina slíka ræðuliga hending!
Eisini eina stóra tøkk til okkara sera dugnaligu kommunu læknar, ið vit hava í Sunda Kommunu, uttan øll tykkum, hevði Fríði nokk ikki verði millum okkum meir!! Takk fyri".
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2023
"The Unreal World of Alda" (Tann óveruliga verðin hjá Aldu) hjá Tóka Janssyni hevur vunnið Kids Kino Industry virðislønina á framløgtingi i Malmö
Føroyska animatiónsrøðin "The Unreal World of Alda" (Tann óveruliga verðin hjá Aldu), sum Tóki Jansson ger, hevur vunnið Kids Kino Industry virðislønina á framløgtingi i Malmö.
Her løgdu Toki Jansson, Niels Jacob Kjærbæk og Jón Hammer fram Føroya fyrstu animeraðu sjónvarpsrøð fyri børn, væl stuðlaðir av Jonas Wagner, sum er teirra høvuðsframleiðari (executive producer). Eftir framløguna høvdu teir fundir við fleiri fíggjarar og sølufeløg, m.o. Danmarks Radio og Det Danske Film Institut.
Kids Kino Industry virðislønina fingu teir fyri originalu animatiónirnar í verkætlanini.
Við heiðrinum fylgir innbjóðing til Polands, har Kids Kino Industry verður í oktober í ár. Her hava teir møguleika fyri at leggja verkætlanina fram fyri altjóða fíggjarum úr øllum heiminum.
Tóki Jansson (Savnsmynd)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2023
Nú Nes kommuna er vorðin býur, hevur borgarstjórin fingið heimild til vígslu, og leygardagin vígdi hann fyrsta parið
Í desember í fjør fór fólkatalið í Nes kommunu upp um 1.500, og tað merkir, at kommunan hevur fingið býarheiti.
Býarheitið hevur m.a. við sær, at borgarstjórin í kommununi hevur fingið heimild til vígslu, og farna vikuskiftið vígdi Súni í Hjøllum, borgarstjóri fyrsta parið.
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu, skrivar kommunan:
– Leygardagin 18. mars 2023 varð søga skrivað í Nes kommunu, nú Súni í Hjøllum, borgarstjóri, á fyrsta sinni nýtti vígslumynduleikan við at víga Mary G. Jensdóttir Olsen og Brand Berg. Vígslan var í samkomuhúsinum Nebo á Toftum.
– Sostatt gjørdust Mary og Brandur tey fyrstu, sum borgarstjórin í Nes kommunu vígdi, eftir at kommunan hevur tikið við býarheitinum fyri stuttum.
(Mynd: nes.fo)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2023
Í Havn verður skipað fyri tiltaki í Vesturkirkjuni og gongutúri niðan á Oyggjarvegin
Í kvøld, 25. mars frá kl. 20.30 til kl. 21.30, verður Earth Hour. Endamálið við Earth Hour er at varpa ljós á veðurlagsbroytingar. Altjóða Earth Hour-stigtakararnir siga frá á heimasíðuni earthhour.org, at fyrsta mál hjá rørsluni var at gera vart við veðurlagsbroytingarnar, men at síðani er oyðingin av djóra- og plantusløgum vorðið eitt líka týdningarmikið mál.
Átakið hevur verið árliga afturvendandi, síðan tað byrjaði í 2007.
Tórshavnar kommuna hevur síðan 2009 sløkt gøtuljós og skipað fyri tiltøkum hendan tíman í mars og soleiðis verður aftur í ár. Kommunan sløkkir stóran part av gøtuljósunum í Havn hendan tíman.
Í samband við Earth Hour í ár verður skipað fyri einum tiltakið í Vesturkirkjuni og einum gongutúri niðan á Oyggjarvegin, sum gongufelagið í Tórshavn leiðir.
Í Vesturkirkjuni hugleiðir Theodor Eli Dam Olsen, prestur, og livandi tónleikur verður. Á Oyggjarvegnum verður eygleitt, meðan ljósini verða sløkt. Á Oyggjarvegnum vera eisini hugleiðingar og livandi tónleikur á skránni, og skótar bjóða kakao og bakstur. Heitt verður á at hava egnan kopp við.
Earth Hour verður eisini hildin aðrastaðni kring landið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2023
Gávumild peningahjálp úr Føroyum hevur hjálpt felagsskapinum at tryggja hjálp og vernd av fólkum, ið flýggja frá krígnum
Flóttafólkastovnurin undir ST, UNHCR rósar nú Føroyum fyri íkastið, sum almennu Føroyar hava gjørt fyri at verja fólk, ið flýggja undan krígnum í Ukraina.
Danska deildin av UNHCR hevur í vikuni sent út tíðindaskriv á enskum og donskum, har greitt verður frá føroyska íkastinum.
Víst verður á, at Føroyar í fjør góvu eitt íkast, sum í ár er vorðið vorðið nógv størri. Hetta flokkar Føroyar millum londini, ið lata mest í hjálp í mun til fólkatalið.
- Takkað verið hesum íkastum eru vit før fyri at hjálpa nógvum av teimum, ið eru flýdd undan krígnum, bæði innanlands í Ukraina og til onnur lond. Føroyska gávumildnið eigur at vera íblástur fyri onnur lond, sigur Henrik M. Nordentoft, sum er UNHCR-umboð fyri Norður- og Baltalond í tíðindaskrivinum.
Í fjør fíggjaðu Føroyar UNHCR á fyrsta sinni við einari millión krónum í Ukraina-hjálp. Í 2023 er hetta hjálpin økt til 7 milliónir krónur.
Mett verður, at ein triðingur av øllum borgarunum í Ukraina eru flýdd frá heimum sínum, og tørvurin á hjálp er tí stórur. Yvir 8 milliónir ukrainskir flóttar eru skrásettir í øðrum evropeiskum londum og yvir 5,3 milliónir eru flóttar í egnum landi, skrivar UNHCR.
Tað er ikki bara í Ukraina, at ST-stovnurin arbeiðir við at hjálpa flóttafólkum. Í fjør vóru yvir 100 milliónir fólk, ið eru rýmd heiman orsaka av ófriði, harðskapi og forfylging. Eitt nú í Sýria, Myanmar, Venesuela, Suðursudan, Jemen, Afganistan og DR Kongo.
Tá málið um hjálp til Ukraina var til viðgerðar á løgtingi vóru fleiri andstøðulimir, sum fýltust á, at Ukraina-hjálpin varð latin UNHCR. Hesi hildu, at hjálpin varð betur latin gjøgnum føroyskar felagsskapir, sum eisini virka í Ukraina.
Alt tíðindaskrivið frá UNHCR kann lesast her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2023
36 ára gamla javnaðarkvinnan er komin á ting fyri Kim Durhuus, sum er farin í farloyvi í tíggju dagar
Kim Durhuus, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, er farin í farloyvi í tíggju dagar, og í hansara stað hevur Magna Mørkøre tikið sæti á tingi.
Magna er 36 ára gomul og av Eiði. Hetta er fyrstu ferð, hon tekur sæti á tingi.
Magna er sjúkrarøktarfrøðingur, og er eisini virkin í skúlaarbeiði. Millum annað er hon forkvinna í skúlastýrinum í Eiðis skúla og nevndarlimur í Heim og skúli.
Á løgtingsvalinum í desember gjørdist Magna nummar 14 á javnaðarlistanum við 157 atkvøðum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2023
Einasti býráðslimir hjá Fólkaflokkinum í Torshavnar býráð, fer nú at taka støðu frá máli til mál. Harmast um, at Annika Olsen ikki lat sessin til næstvalda á listanum
Tá býráðsfundurin í Havn byrjaði hósdagin boðaði Birgir Nielsen, býráðslimur frá, at hann tekur seg úr minnilutasamstarvinum við Tjóðveldi og Framsókn í býráðnum.
Birigr las sjálvur skrivið upp, sum var soljóðandi:
- Hervið skal eg boða frá, at Fólkaflokkurin og undirritaði býráðslimur í dag tekur seg úr minnilutasamstarvinum við Tjóðveldi og Framsókn í Tórshavnar Býráð. Hereftir verður Fólkaflokkurin og undirritaði ein sjálvstøðugur partur í býráðnum og komi eg at taka støðu frá máli til mál.
- Orsøkin til hesa broyting skal síggjast í, at eg sum býráðslimur higartil havi stuðlað flest øllum málum hjá sitandi meiriluta, sum somuleiðis í stóran mun hava verið somu mál sum eg og Fólkaflokkurin fóru uppá val uppá og harvið ynsktu at stuðla.
- Hinvegin má eg ásanna, at eg í nógvum málum ikki havi tikið undir við uppskotum frá pørtum av minnilutanum, av tí at eg ikki síggi Fólkaflokkin og borgarligan politikk aftur í nógvum av hesum málum hjá pørtum av minnilutanum.
- Eg má eisini staðfesta, at Fólkaflokkurin í veruleikanum hevur mist annan býráðslimin til Tjóðveldi, tá Annika Olsen valdi at varðveita býráðssessin, hóast hon varð vald av Fólkaflokkinum til síðsta býráðsval.
- Tað er ongin loyna, at vit í Havnar Framburðsfelag, har eg eri formaður, heldur høvdu ynskt, at næstvaldi á fólkaflokkslistanum natúrliga fekk hendan sessin. Men eg skal takka Anniku Olsen fyri tíðina sum limur í Havnar Framburðsfelag og ynskja henni alt tað besta framyvir.
- Hetta tilsamans er grundgevingin fyri, at Fólkaflokkurin og eg taka okkum úr minnilutanum í dag og framyvir verða ein sjálvstøðugur partur í Tórshavnar Býráð.
- Eg skal nýta høvið at takka fyri samstarvið við minnilutan og eg síggi fram til eitt framhaldandi gott samstarv við allar býráðslimir, segði Birgir Nielsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2023
Ein 30 ára gamal maður var í november funnin sekur í at hava framt tvey rán – annað í 2019 og hitt í 2022 – og fyri at hava framt eina neyðtøkuroynd í mars 2022
Ein 30 ára gamal maður var í november í fjør í nevningatingi í Føroya Rætti dømdur í trygdarvarðhald. Tað var fyrstu ferð, at ein persónur er dømdur trygdarvarðhald í Føroyum.
Trygdarvarðhald (á donskum forvaring) er ein fongsulsrevsing uttan tíðaravmarking, sum verður nýtt til serliga vandamikil fólk, tá mett verður, at tey fara at fremja nýggj lógarbrot og harvið eru til vanda fyri onnur. Trygdarvarðhald hevur við sær, at dømdi ikki kann verða leyslatin, fyrrenn rætturin metir, at hann ikki longur er ein vandi fyri onnur.
Maðurin var í november funnin sekur í at hava framt tvey rán – annað í 2019 og hitt í 2022 – og fyri at hava framt eina neyðtøkuroynd í mars 2022.
Maðurin var áður dømdur fyri fleiri neyðtøkuroyndir, seinasti dómur fall í Føroya Rætti í 2020. Av tí at maðurin, hóast langar fongsulsrevsingar, framhaldandi framdi grov brot á revsilógina – brot har hann legði á ungar kvinnur – kravdið ákæruvaldið, at hann skuldi dømast í trygdarvarðhald. Hesum tók nevningatingið undir við.
– Ákæruvaldið hevði ta støðu, at vanlig fongsulsrevsing ikki var nøktandi, tí dømdi greitt hevur víst, at hann áhaldandi fremur grov lógarbrot ímóti tilvildarligum kvinnum. Grundað á upplýsingarnar um dømda, undir hesum serliga tann kriminalitet, sum dømdi áður er dømdur fyri, kravdi ákæruvaldið, at dømdi skuldi dømast í trygdarvarðhald. Hesum tók nevningatingið undir við, og tað eru vit sera nøgd við, segði Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, í sambandi við rættarmálið í november.
Dømdi kærdi dómin til Eystara Landsrætt, sum í vikuni staðfesti dómin hjá Føroya Rætti.
Føroya Politi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2023
Endaliga samtyktin á løgtingi var einmælt. Málið verður formliga yvirtikið á nýggjárinum
Føroya Løgting samtykti mánadagin endaliga lógaruppskotið um yvirtøku av farsóttarmálsøkinum.
Samtyktin var einmælt – 29 atkvøður fyri og ongin ímóti ella blonk.
Bæði trivnaðarnevndin og uttanlandsnevndin tóku undir við lógaruppskotinum, og mæltu Løgtinginum til at samtykkja yvirtøkuna.
Hetta merkir, at Føroyar formliga yvirtaka farsóttarøkið á nýggjárinum, tann 1. januar 2024, skrivar Heilsumálaráðið.
Farsóttarøkið fevnir um øll tey viðurskifti í tí føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt, um so er, at tey ikki verða flokkað undir eitt annað málsøki, sum ikki er yvirtikið.
Næsta stig verður, at Heilsumálaráðið og Fólkaheilsustýri fara at fyrireika yvirtøkuna, og at gera eina avtalu við danskar myndugleikar um samstarv á økinum. Í næstum fer Fólkaheilsustýrið eisini undir at gera eina farsóttartilbúgving, sum skal vera klár at seta í verk, tá tørvur verður á tí.
- Eg eri sera fegin um, at Løgtingið hevur tikið undir við at yvirtaka farsóttarmálsøkið. Tíðarskeiðið við koronafarsóttini, hevur víst okkum, at farsóttarmálsøkið eigur at vera á føroyskum hondum, og skal tillagast føroysk viðurskiftir, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.
Martig Stórá, landsstýriskvinna, á korona-tíðindafundi í leiklutinum sum varastjóri á Landssjúkrahúsinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2023
Eitt samt Løgting hevur í vikuni samtykt uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu við almannamálum, um familju- og hjálparískoyti
Nú kunnu húski, ið eru fíggjarliga sperd fáa ein fíggjarligan styrk. Umframt at húski við lágum inntøkum, og sum ikki hava ognir av týdningi, kunnu søkja um hjálparískoyti, hækkar tað vanliga familjuískoytið í eitt tíðarskeið.
Øll húski – bæði barnafamiljur, fólkapensjónistar og onnur – kunnu søkja um hjálparískoyti, ið er ein eingangsstuðul á 12.000 krónur. Familjuískoytið hækkar við 750 krónum um mánaðin fyri hvørt barnið í tíðarskeiðinum frá juni og restina av 2023.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fegnast um, at tað hevur eydnast at bera so skjótt at, og at Løgtingið á ein smidligan hátt hevur avgreitt málið.
– Stavnhaldið, at persónliga vælferðin hjá føroyingum skal ávirkast sum minst av inflatiónini, kunnu vit øll semjast um, og við samtyktu lógini, meti eg, at vit á ein ábyrgdarfullan hátt røkka hesum málinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan við heimasíðuna hjá Almanna- og mentamálaráðnum.
Stavnhaldið, at persónliga vælferðin hjá føroyingum skal ávirkast sum minst av inflatiónini, kunnu vit øll semjast um, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2023
Flest doyðu í Sandagerði, har tvær grindir vóru í fjør
Fimm grindir løgdu beinini í Føroyum í fjør, vísir ein uppgerð, sum Havstovan hevur gjørt. Talið av hvalum var 527.
Tvær av grindunum løgdu beinini í Havn, har dripnir vórðu tilsamans 288 hvalir, svarandi til 2.253 skinn. Hinir grindirnar vóru í Vági, 119 hvalir (793 skinn), Sandur, 101 hvalir (686 skinn), og í Suðrugøtu, har 19 hvalir løgdu beinini (136 skinn).
2022 gjørdist sostatt eitt ár undir miðal, hvat grind viðvíkur.
Seinastu tíggju árini hava verið í miðal 8,6 grindir um árið og í miðal eru 618 hvalir skrásettir um árið.
2017 var besta grindaárið í nýggjari tíð. Tá vóru 19 grindir við tilsamans 1.203 hvalum. Men uppá seg var 2013 besta árið, tí tá vóru 11 grindir, men næstan líka nógvir hvalir – 1.104.
Hagstovan hevur eisini hugt eftir øðrum hvalasløgum. Døglingur leggur javnan beinini, serliga í Sandvík og Hvalba, men tað er tó ikki á hvørjum ári. Seinastu tíggju árini eru 31 døglingar skrásettir at hava lagt beinini. Fimm í 2014, tveir í 2015, fimm í 2018, tveir í 2019, 11 í 2020 og seks í fjør.
Hagstovan upplýsir ikki tøl yvir springarar, men yvir hvessingar. Seinastu 10 árini eru hvessingar bert hildnir til einaferð, tað var í fjør, tá 98 løgdu beinini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2023
Atlantsflog fer frá í august at flúgva til flogvøllin Stewart, umleið hálvanannan tíma við toki til New York bý
Nú sær tað út til at fara at vera. Flogruta millum Vágar og New York.
Atlantsflog fer í august at flúgva úr Vágum til flogvøllin Stewart uttan fyri New York.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, segði við útvarpið fyrr í vikuni, at tað í fyrstu syftu verður flogið um várið og um heystið.
- Tað sum liggur í kortinum nú, er at vit flúgva til flogvøllin Stewart, sum liggur uttanfyri New York, og har eru góðir ferðamøguleikar inn í býin.
Jóhanna á Bergi (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Sambært Kringvarpinum tekur tað umleið hálvanannan tíma at ferðast við toki frá flogvøllinum Stewart inn í býin.
- Tað vísir seg at vera torført at fáa pláss á flogvøllunum, sum eru nærri við stórbýin, og hetta er nakað sum man má uppbyggja, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog.
Hon sigur, at prísirnir fara í flestu førum at vera kappingarførir við prísirnir at flúgva úr Reykjavík.
- Vit koma at hava ein góðan kappingarføran prís, og vit kenna prísirnir sum tað kostar at flúgva til Gran Canaria sum er umleið fimm tímar, og tað verður eitt vet hægri enn tað. Prísurin fer at liggja um einar 6.000 krónur og uppeftir aftur og fram, segði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, við útvarpið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2023
Næstu ferð verður 4. mai 2024
Síðani 2016 hevur tiltakið Ein dagurin á grynnuni verið fastur táttur á kalendaranum hjá mongum familjum og einstaklingum. Á hvørjum ári økist talið á vitjandi. Endamálið við degnum er at seta sjóneykuna á dýrabara tilfeingið í sjónum kring oyggjarnar, og fyriskipararnir hava lagt seg eftir at arbeiða burðadygt við at gagnýta so nógv av tilfanginum, sum til ber.
Vegna korona varð onki tiltak í 2020 og 2021, so vælvildin og gleðin var ótrúlig, tá Ein dagurin á grynnuni aftur var á skrá í 2022. Nógvir vóru stuðlarnir og hjálparfólkini, og Tórsgøta var á tremur við vitjandi gestum. Helst var tað mest vitjaða grynnan nakrantíð.
Tað krevur sera nógva tíð og orku at fyrireika og samskipa eitt stórt tiltak sum Ein dag á grynnuni, sum er tengt at vælvild og áhuga hjá stuðlum og hjálparfólki. Fyri at tryggja, at øll fáa eina góða uppliving, hevur nevndin tí tikið avgerð um, at hava tiltakið annaðhvørt ár, sigur Hávarður Enni, næstformaður í nevndini fyri Ein dag á grynnuni.
Hóast broytta leistin vónar nevndin, at stuðlar og hjálparfólk verða eins ágrýtin at taka eina hond í 4. mai 2024, tá tiltakið aftur verður hildið í Tórsgøtu og Vágsbotni í Havn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2023
Danski umhvørvismálaráðharrin, sum hevur verið á fundi við Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu við umhvørvismálum og føroyska fólkatingsliminum Sjúrði Skaale, sigur, at hann fer at arbeiða fyri eini lógarbroyting, sum loyvir undantak frá donskum panti fyri vørum útfluttar til Føroyar
Landstýriskvinnan við umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, og føroyski fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale, hava verið á fundi við danska umhvørvismálaráðharran Magnus Heunicke.
Endamálið við fundinum var at byrja tilgongdina at strika danskt pant á fløskum og dósum, sum verða útfluttar frá Danmark til Føroyar, fyri at steðga dálkandi útflutninginum av tómum fløskum og dósum aftur til Danmarkar, hóast vit í Føroyum kunnu taka hond um tær.
Galdandi lóggáva í Danmark ásetur, at danskir framleiðarar skulu uppkrevja danskt pant fyri tær vørur, sum teir marknaðarføra í Danmark.
Orsaka av tí tætta sambandinum, sum er millum tann danska og føroyska marknaðinum fyri matvørur, verður nógv av tí, sum er pantálagt í Danmark eisini útflutt til Føroyar við donskum panti.
Fyri at fáa tað danska panti aftur, mugu føroyskir innflytarar senda hesi tómu íløtini niður aftur til Dansk Retursystem í heilum líki, so tey kunnu blíva tald upp.
At flyta stórar mongdir av heilum íløtum, sum fyri tað mesta bara er luft, við skipi til Danmarkar er dálkandi, og ger eisini vøruna dýrari fyri tann føroyska brúkaran.
Umhvørvismálaráðharrin segði, at hann fór at arbeiða fyri eini lógarbroyting, sum loyvdi undantak frá donskum panti fyri vørum útfluttar til Føroyar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2023
Íløgurnar áttu at verið meira støðugar - tað er tørvur á miðvísari stýring og samskipan, heldur Landsbankin
- Tað er umráðandi, at tað almenna undir einum strembar eftir eini støðugari gongd í almennum íløgum fyri at stabilisera gongdina í búskapinum. Tað hevði verið skynsamt, um politiska skipanin framdi eina ítøkiliga íløguætlan hjá øllum almenna geiranum undir einum. Hetta merkir at politiska skipanin má raðfesta millum allar almennu íløgurnar, ið liggja fyri framman.
Soleiðis skrivar Landsbanki Føroya á heimasíðuni, har sjóneykan verður sett á stóru íløturnar, sum landskassin og kommunurnar hava gjørt, serliga hesi seinastu árini.
Myndin vísir íløguútreiðslurnar hjá landsfyrisitingini frá 1998 til 2021 býtt á útvaldar íløgupostar.
- Eftir skapinum at døma, tykjast løgurnar hjá landinum at vera konjunkturviðgangandi. Undan altjóða fíggjarkreppuna í 2008 síggjast stórar íløgur Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Síðani eru íløguútreiðslurnar støðugar fram til 2013, tá ið farið verður undir at byggja Glasir.
Síðani 2016 hava íløguútreiðslurnar av álvara tikið dik á seg. Serliga skara íløgurnar í Eystur- og Sandoyartunnilin framúr, men harafturat verða fleiri stórar verkætlanir í árunum eftir 2016. Millum annað kunnu nevnast Hvalbiartunnilin, Fámjinstunnilin, Dalstunnilin, tunlarnir norður um Fjall og útbyggingin av Landssjúkra-húsinum (H-bygningurin).
Onnur myndin vísir íløguútreiðslurnar hjá kommunum frá 1998 til 2016 býtt á íløgupostar.
Verður samanborið við íløgurnar hjá landsfyrisitingini sæst, at íløguvirksemið hjá kommununum eisini er konjunktur-viðgangandi, og í uppaftur størri mun. Íløguvirksemið hjá kommununum nærum fýrfaldast í árunum 2000 til 2008, men fellur síðani í helvt tá fíggjarkreppan rakar.
Í árunum 2006 - 2008 veksur bláa økið, tí tá ger millum annað Tórshavnar kommuna íløgur í vegakervið, og í árunum 2014 og fram fer útbyggingin í Tórshavnar Havn í gongd (bláa økið). Burtursæð frá nøkrum stórum, ítøkiligum íløgum – millum annað Boðanesheimið, Ósaskúlin og skúlarnir á Argjahamri og við Løgmannabreyt – er lítið virksemi fram til 2016, tá íløguvirksemið hjá kommunum aftur økist.
Í 2019 var íløguvirksemið hjá kommunum aftur á støði við virksemið undan fíggjarkreppuna.
- Tørvur á miðvísari stýring og samskipan
- Sum báðar myndirnar vísa, hevur tað ikki gingið væl at halda eina javna íløgugongd hesi 23 árini. Bæði land og kommunur hava tørv á miðvísari stýring og samskipan av íløgum, eins og tørvur er fyri samskipan av íløguvirksemið hjá fyritøkum undir almennum ræði. Her er pláss fyri ábótum, skrivar Landsbankin og leggur afturat:
- Umráðandi er, at tað almenna undir einum strembar eftir eini støðugari gongd í almennum íløgum fyri at stabilisera gongdina í búskapinum. Tað hevði verið skynsamt, um politiska skipanin framdi eina ítøkiliga íløguætlan hjá øllum almenna geiranum undir einum. Hetta merkir at politiska skipanin má raðfesta millum allar almennu íløgurnar, ið liggja fyri framman.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2023
Talan er um uppmerking og trygd uttanfyri og um nýggja ljós- og ljóðtøkni inni í Hátúni, sigur Tórshavnar kommuna
Nú verða tillagingar gjørdar við Musikkskúlan. Talan er um uppmerking og trygd uttanfyri og um nýggja ljós- og ljóðtøkni inni í Hátúni.
Útiøkið verður lýst betur upp, trygdin verður betra og uppmerkingar verða gjørdar. Ein veggur og eitt hálvtak verða gjørd við bakdyrnar og fleiri hurðar fáa elektroniska lásiskipan.
Upplivingin í Hátúni verður gjørd munandi betur við nýggjari ljós- og ljóðtøkni.
Mentamálanevndin og fíggjarnevndin hava mælt til at játta eina miljón krónur til endamálið. Málið varð einmælt samtykt í býráðnum hósdagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2023
Málningurin "Speaking in Tongues" var ein partur av serframsýningini "Brot: Føroysk samtíðarlist í stórum formati", sum var á Listasavni Føroya inntil fyri kortum
Verkið "Speaking in Tongues" frá 2020 er ein stórfingin málningur, ið er millum teir størstu málningarnar, sum Hansina Iversen hevur málað. Hann er 220 x 420 sentimetrar.
Málningurin var ein partur av serframsýningini "Brot: Føroysk samtíðarlist í stórum formati", sum var á Listasavni Føroya inntil fyri kortum.
Við gávumildum stuðli frá Ny Carlsbergfondet hevur Listasavn Føroya fingið møguleikan at ogna sær hetta listaverkið eftir Hansinu Iversen.
Hansina Iversen (f. 1966) er útbúgvin á listaakademinum í Helsinki og Reykjavík, og í sínum listaliga stíli hevur hon røtur í amerikansku abstraktu ekspressionismuni, colour field painting og New York-skúlanum við eitt nú íblástri frá Helen Frankenthaler, Agnes Martin, Mark Rothko og Barnett Newmann. Og harafturat finsku listakvinnuni Nina Roos og hennara abstraktu verkum, sum Hansina Iversen lærdi at kenna, tá hon var undir útbúgving.
(Mynd: Listasavn Føroya)
Verkini hjá Hansinu Iversen eru eyðkend av at vera dynamisk í kompositiónini og at litflatarnir við nógvu fjølbroyttu formunum og rørslunum eru málaðir í fleiri gjøgnumskygdum løgum á løriftið. Hetta gevur henni eitt heilt serstakt úttrykk við atliti at listasøguligu íblástrarkeldunum.
Hansina Iversen sigur um Speaking in Tounges:
– Við málninginum royni eg at skapa eitt rúm á einum flata, sum er givin frammanundan. Rúmið verður skapað í arbeiðsgongdini. Har er eingin skitsa, men litirnir vera stroknir intuitivt. Ofta við einum flatum, breiðum pensli, so strokini síggjast týðiliga. Hetta er ein gott grundarlag undir gongdini víðari. Málingin verður strokin lag oman á lag. Undirlagið leiðir litirnar og formarnar, sum leggjast omaná. Hetta heldur fram, inn til ein verð er skapað í formi og litum, har rúm og rørsla leiðir eygað til ljósar og djúpar krókar. Aftur og fram á løriftinum. Aftur til afturlatnar formar, sum fjala tað, sum liggur undir. Inntil tú hevur hugt nóg leingi og sært ein skugga stíga fram í bakgrundini, sum avdúkar tað, ið liggur aftanfyri.
Listasavn Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2023
Í dag verður útgávukonsert í sambandi við, at heildarútgáva hansara, "Songs of Eva" kemur út
Í dag, 25. mars, hevur Eyði Horsdal útgávukonsert í sambandi við, at heildarútgáva hansara "Songs with Eva" kemur út.
Konsertin verður hildin á Listasavni Føroya klokkan 16, og kafe List hevur eisini opið.
Í bólkinum eru: Eyði Horsdal (sang, guitar og klaver), Eva Perrin Fontana (yrkingar og sang), Albert Karch (trummur og orgul), Kristian Pauli Ellefsen (klaver og strúk), og Arnold Ludvig (bass og guitar).
"Songs with Eva" er ein stillfør, sjarmerandi og innilig útgáva. Eyði hevur skrivað 16 sangir burtur úr yrkingum eftir Evu Perrin Fontana. Sangirnir eru bæði lættir og hugnaligir, eins og teir rúma dýpd og álvarsemi. Lagt er upp til eina serstaka, nærverandi og ikki minst hugnaliga konsert.
Høvi verður eisini at ogna sær vælljóðandi og góðskuríku LP’ina Songs with Eva, ið er í vøkrum húsa, sum Mirjam Jørgensen hevur sniðgivið. Útgávan er eisini tøk á talgildu tónleikapallunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2023
Bókin snýr seg um hvussu “genta í verðini” roynir at fóta sær á gáttini til vaksnamannalívið
Hósdagin kom út skaldsøgan “Summarið varar ikki alt árið longur” eftir Katrina Ottarsdóttur.
Skaldsøgan er eitt sjálvstøðugt framhald av skaldsøguni “Gentan í verðini” (2020), og fer fram í Havn miðskeiðis í 1970’unum.
Tann innhugsna "gentan í verðini" gongur nú í studentaskúla í Hoydølum og roynir at fóta sær á gáttini til vaksnamannalívið og í lívinunum har heima, har dagarnir og – næturnar eru merktar av ótryggleika.
Og hon hevur eitt loyndarmál, sum ongin má vita av.
Bókin er góðar 300 síður, og kostar 348 krónur.
Útgevari er nýstovnaða forlagið Asfalt, sum Hugin Eide stendur aftanfyri. Mentanargrunnur Landinds hevur stuðlað útgávuni. Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt permuna.
Seld til Danmarkar
Danska forlagið Jensen & Dalgaard hevur keypt rættindi at geva bókina út á donskum. Umsetari er Anya Mathilde Poulsen, sum hevur umsett fleiri av krimisøgunum hjá Jógvani Isaksen, og danska útgávan kemur væntandi á várið næsta ár.
Í sambandi við útgávuna eru tvær bókaframløgur. Hin fyrra var hósdagin í Havn. Mánakvøldið 27. mars kl. 19.30 verður framløga á Bókasavninum við Løkin, Runavík, har Dania O. Tausen samrøður við Katrina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2023
"Guds barn batnar" er komin í handlarnar í vikuni
Í vikuni kom nýggj bók í handlarnar. Talan er um sjálvsævisøguna hjá Dánjal Húsgarð, eisini nevndur Dánjal í Hoyvík. Óli Breckmann er skuggaskrivari.
Bókin eitur "Guds barn batnar" og er 374 blaðsíður.
Í tíðindaskrivi verður bókin lýst soleiðis:
Bókin snýr seg í breiðastu merking um rúsdrekka sum njótingar- og eiturevni. Bókin lýsir, hví alkohol ger nøkur fólk sjúk, tí teimum manglar eitt enzym, ið brýtur alkohol niður í livrini hjá teimum flestu.
Føroysk og útlendsk dømi eru nevnd í bókini um gávað fólk, ið livdu hart.
Rúsdrekka spilti Dánjali 25 ár av lívinum og mundi verið hansara bani. Hann hevur verið turrlagdur farnu 35 árini, bjargaður av Gudi og 3. konuni.
Størsti partur av ‘Guds barn batnar’ snýr seg eyðvitað um ólevnað Dánjals. Hann er útbúgvin og hevur arbeitt sum slaktari, fimleikarlærari og skipari.
Hann var tiltikin fyri at vera herviligur íspegil, hvørs lív spennir frá at vera yvirmaður á nøkrum av heimsins størstu skipum til at vinna fólki í Føroyum nakrar av teimum stuttligastu neisum, ið hava tolað at staðið á prenti.
Millum mangt annað sigur Dánjal frá, tá hann:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2023
Landsfelagið føroyskum dansi at frama fær viðurkenning frá Norrøna Felagnum
Hósdagin, 23. mars, var norðurlandadagur, har norðurlond fagna samstarvinum, ið varð skjalfest henda dagin í 1962, tá ’grundlógin fyri norðurlendska samstarvið’, sonevnda Helsingforsavtalan, varð undirskrivað.
Norrøna Felagið í Føroyum hevur seinastu árini – við undantaki av nøkrum koronaraktum árum – givið eitt herðaklapp á hesum degi til persón ella felagsskap, ið hevur gjørt nakað serligt til frama fyri norrøna samstarvið.
Á lítlari samkomu í Norðurlandahúsinum í dag, varð herðaklappið handað Sláið Ring – landsfelagnum føroyskum dansi at frama.
Formaðurin, Gunnar Restorff, tók ímóti.
Grundgevingin fyri at lata herðaklappið til Sláið Ring ljóðar soleiðis:
”Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama, hevur við síni luttøku á norðurlendskum dansi- og mentanarstevnum í Føroyum og í hinum Norðurlondunum verið við til at styrkja norðurlendskt samstarv umframt at menna og kunna um føroyskan dans, kvæðamentan og føroyskan mentanararv.
Stórur partur av hesum er gjørt í sambandi við dansistevnur, fyriskipaðar av norðurlendska felagsskapinum Nordlek, sum hevur sum endamál at menna norðurlendskan fólkadans, norðurlendska mentan og norðurlendskt samstarv yvirhøvur.
Sláið Ring er, sum ískoyti til navnið eisini sigur, landsfelag føroyskum dansi at frama, og tí eru tað tey lokalu dansifeløgini í Føroyum, ið eiga hendan heiðurin. Tað eru dansifeløgini, sum við dansi, kvæðum og dansispølum halda við líka og menna dansin, og sum við luttøku á norðurlendskum dansistevnum eru við til at styrkja norðurlendska samstarvið.
Fyri virksemi tykkara verður Ársins herðaklapp handað Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama.”
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2023
Ein heimsstjørna kemur aftur til Føroyar, hesaferð á Tórsfest 2023
Lukas Graham kemur at spæla á Tórsfest, sum verður leygardagin 22. juli.
Tónleikaferðin hjá Lukasi byrjaði í 2011, tá hann útgav sangin ‘Drunk in the Morning’, ið fór um allan heim. Hann varð tilnevndur tríggjar Grammy virðislønir í 2017 og tað var hansara altjóða gjøgnumbrot.
Hann útgav eftir hetta sangin ‘7 Years’, ið fór á toppin á hittlistum kring allan heim og eftir hetta, kom hansara útgáva ‘Love someone’, ið fekk eins stóra viðgongd og góða móttøku, sum hansara fyrstu hitt.
Hetta hevur ført við sær, at Lukas Graham er ein av allar størstu stjørnunum í Danmark, ið veruliga hevur fingið sítt altjóða gjøgnumbrot. Serliga kendur er hann fyri sínar liveframførslur, har hann altíð megnar at fáa áskoðarafjøldina at syngja við og er tað sjálvsamt at síggja ein kunstnara, ið syngur eins væl live og hann ger á útvarpshittum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2023
Seinasta árið eru matvørur í Svøríki í miðal vorðnar 20 prosent dýrari, og so stóran prísvøkstur hevur landið ikki upplivað, síðan fyrst í 50unum
Tað er ikki óvanligt, at norðmenn fara yvirum markið til Svøríkis at keypa inn, men nú eru tað nógvir sviar, sum fara til Noregs at keypa matvørur.
Orsøkin er ógvusligi prísvøkturin, sum hevur verið í Svøríki seinasta árið.
Sambært NRK eru matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur í Svøríki í miðal vorðnar 20 prosent dýrari seinasta árið. So stóran prísvøkstur hevur Svøríki ikki sæð uppá eitt ár síðan fyrst í 1950unum, vísa svensk hagtøl.
Prísurin fyri eitt nú blomkál er farin upp nærum 80 prosent, meðan sukur og smør er vorðið 48 prosent dýrari.
Tað er serliga frukt og grønmeti, sum sviar fara yvirum markið at keypa. Men teir keypa eisini kjøt, breyð, fisk, ost og smør.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2023
Sætta árið á rað eru finnar heimsins eydnusamastu vísir frágreiðing hjá ST
Aftur í ár liggur Finnland ovast á listanum yvir heimsins eydnusamastu lond, vísir "World Happiness Report" hjá ST, sum varð almannakunngjørd í vikuni.
Hetta er sætta árið á ræð, at finnar verða mettir at vera heimsins eydnusamasta fólk.
Á øðrum plássi er Danmark, sum í nógv ár stóð ovast á listanum, men seinast tað hendi var í 2016. Ísland er, eins og í fjør, á triða plássi.
Tey bæði londini, sum eru niðast á listanum eru Afganistan og Libanon.
Kanningin, sum er gjørd av granskarum í USA, byggir á tølum frá Gallup. Gallup hevur spurt fólk í yvir 150 londum, hvussu eydnusom tey meta seg vera, og hartil byggir kanningin eisini á dátur um btú, sosialar veitingar, persónligt frælsi, sálarsjúku, og korruptjón
Tey 10 eydnusamastu londini eru hesi:
1. Finnland
2. Danmark
3. Ísland
4. Ísrael
5. Niðurlond
6. Svøríki
7. Noreg
8. Sveis
9. Luksemborg
10. Nýsæland
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2023
Í 2022 varð deyðstalið í kinesiska høvuðsstaðnum hægri enn burðartalið – hetta er fyrstu ferð síðan 2003, at tað er hent
Í fjør minkaði fólkatalið í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing fyri fyrstu ferð síðan 2003.
Í Beijing, ið hevur 21,84 milliónir íbúgvar, var deyðstalið 5,72 per 1.000 íbúgvar, meðan burðartalið var 5,67 per 1,000 íbúgvar, vísa hagtøl frá kinesisku myndugleikunum sambært tíðindastovuni Reuters.
Tað er ikki bara í høvuðsstaðnum, at fólkatalið minkar. Í fjør minkaði fólkatalið í øllum landinum eisini fyri fyrstu ferð í seks áratíggju.
Í Kina vórðu í fjør 6,77 børn fødd per 1.000 íbúgvar, ið er metlágt. Samstundis doyðu 7,37 fólk per 1.000 íbúgvar, ið er tað hægsta síðan 1974.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2023
Tíðarritið Baird Maritime skýrdi í farnu viku grønu tvíkiljuna ”Grønarók” sum ársins arbeiðsbát 2022
Avstralska tíðarritið Baird Maritime skýrdi í grein farna fríggjadag grønu tvíkiljuna ”Grønarók” sum ársins arbeiðsbát 2022.
Grønarók, sum varð latin Bakkafrost í september í fjør, vann heiðurin sum ”Work Boat Best Small Fish Farm support vessel 2022”.
Í greinini verður nevnt, at 100 prosent eldrivna tvíkiljan hjá Bakkafrost, sum er bygd í Føroyum, er sera virkisfør og effektiv. Nevnt verður eisini, at tvíkiljan liggur væl í sjónum er er bílig í rakstri og kann nýtast til ymiskar uppgávur, og hon hóskar sera væl til tað krevjandi umhvørvið og veðurlagið, sum arbeiðir í.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2023
- Men hóast flest øll eru tilvitað um og halda,at tað hevur stóran týdning at hava fokus á burðardygd so vísa kanningar, at tað eru færri enn helvtin av okkum, sum hava eina veruliga ætlan á økinum
Tað segði stjórin á Føroya Tele og formaður í felagnum Burðardygt vinnulív, Jan Ziskasen herfyri, tá Føroya Tele saman við Burðardyggum Vinnulívi og Umhvørvisstovuni skipaðu fyri tíðindafundi um eina spildurnýggja tænastu, sum skal gagna grøna orkuskiftinum.
Burðardygt Vinnulív og Umhvørvisstovan hava í nakrar mánaðir verið felags um eina verkætlanin við tí endamáli at byggja eitt føroyskt CO2 rokniamboð. Við hesu amboði verður gjørligt bæði at skilja og rokna út CO2 útlátið hjá fyritøkuni, kommununi, stovninum ella húsarhaldinum.
Jan Ziskasen segði í síni framløgu, at í Burðardyggum Vinnulívi hava tey sett sær fimm høvuðsendamál, sum ætlanin er at røkka:
- Vit ætla at gerast klókari og dugnaligari at handfara avbjóðingarnar á umhvørvisøkinum
- Vit ætla at menna burðardyggar mannagongdir gjøgnum eina strategiska langtíðarætlan
- Vit samstarva, so vit koma skjótari á mál
- Vit ynskja at fáa restina av samfelagnum at taka lut
....og ikki minst at hugkveikja føroyingar yvirhøvur til eisini at raðfesta hesi stevnumið
- Tað eru hesi høvuðsendamál, sum hava drivið okkum hartil vit eru komin í dag segði formaðurin í Burðardyggum Vinnulívi og helt fyri, at tað hevur stóran týdning, at tað gerast fleiri og fleiri, sum velja kraftiga at raðfesta burðardygd, bæði í tí dagliga og við langtíðarætlanum.
Jan Ziskasen vísti á, at Føroyar eru smáar og fjarskotnar, men vit eru ofta millum tey bestu.
- Føroyar hava eitt samlað útlát á landi uppá eina góða millión tons av CO2. Føroya Tele samtakið hevur eitt samlað CO2 útlát uppá umleið 2.800 tons, sum svarar til ¼ prosent av samlaða útlátinum í Føroyum.
- Okkara mál er at koma heilt niður á NULL CO2 útlát í 2030.
Flestu av okkara bygningum koyra ikki longur við oljufýring, men fjarhita, sjóhita og jarðhita og vísti Føroya Tele stjórin her til stóra bygningin, sum fyritøkan heldur til í.
- Hesin bygningurin er vorðin rættiliga grønur. Spillhitin í datacentrinum verður endurnýttur til at hita bygningin upp við. Kuldin uttanfyri verður nýttur til at køla bygningin niður við.
Tøknihúsið í Miðvági verður rikið av sólorku 2-3 mánaðir um árið. Nú verður nýggj brint-backup skipan tikin í brúk (alt farnetið í Miðvági koyrir uppá hesa skipanina) – nýbrot í føroyskari søgu.
Heili 27 prosent av okkara bilaflota eru nú el-bilar. Vit hava sett okkum eitt risa-mál, og vit arbeiða hart fyri at náa hesum máli.
- Við at samstarva uppá tvørs av vinnuni og innan almenna geiran, so veit eg, at tað ber til, at vit í Føroyum seta nøkur risa-mál, hvat umhvørvisøkinum viðvíkir og náa hesi áðrenn 2030.
Eftir sína framløgu handaði formaðurin í Burðardyggum Vinnulívi skjeytið til CO2 roknaran til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra á Umhvørvisstovuni og helt fyri:
- Við hesum handa limirnir í Burðardyggum Vinnulívi Umhvørvisstovuni ognarrætt og framhaldandi menning av CO2-roknaranum, sum skal virka fyri burðardyggari samfelagsmenning og eggja fyritøkum í Føroyum at taka ábyrgd og raðfesta byrðardyggar mannagongdir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2023
El-kaðal úr Hetlandi til Skotlands skal tryggja, at risastóra komandi vindmyllulundin í Hetlandi kann útflyta vindorkuna
Eitt týðandi stig at gera Hetland til part av bretska elnetinum, hevur verið at sæð í hesum døgum í Weisdale Voe vestantil á hetlendska meginlandinum. Hesin trongi fjørðurin hevur hesar seinastu dagarnar havt vitjan av kaðalskipinum NKT Victoria, sum skal draga ein el-kaðal úr Hetlandi og suðureftir.
Undirsjóvarkaðalin er eitt lið at knýta Hetland í stóra el-netið á bretska meginlandinum. Í løtuni er ein risastór orkuætlan í gongd í Hetlandi har yvir hundrað vindmyllur skulu setast upp og harvið gera Hetland sjálvberandi við vindorku og enntá kunna útflyta ein ein stóran part av grønu orkuni, ið verður framleidd har.
Í hesum førum skal dragast ein 60 kilometra langur ‘High Voltage Direct Current’ (HVDC) kaðal frá Weisdale Voe og suðureftir. Einaferð í komandi ári verður hann knýttur í ein kaðal, ið kemur í land í Noss Head, beint norðan fyri Wick har norðuri í Skotlandi, skrivar ShetNews.
SSEN Transmission-kaðalin millum Hetland og Skotland verður tilsamans 260 kilometrar langur. Samlaða verkætlanin er mett at kosta um 660 milliónir pund t.e. yvir fimm milliardir krónur. Stytsta frástøða millum Føroyar og Hetland er ‘bara’ einar 30 kilometrar meira enn teir 260 kilometrarnar, ið nú verða kaðallagdir
Henda sokallaða HVDC-kaðalætlanin hjá SSEN (Scottish & Southern Electricity Network) er í trimum stigum. Fyrsta stig varð gjøgnumført í fjørsummar, tá NKT Victoria legði 100 kilometrar av kaðali frá Noss Head og eystur úr Skotlandi og síðan norðureftir. Triðja og seinasta stig í ætlandi byrjar seinni í ár, tá hundrað kilometrar afturat verða lagdir á havbotnin úti í Norðsjónum, og kaðalarnir út frá Skotlandi og suður úr Hetlandi, verða knýttir saman.
Verkætlanin skal ætlandi vera klár at taka í brúk næsta summar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2023
Amerikansk avriggingarfyritøka hundraðfaldaði yvirskotið í fjør
Nú í nøkur ár hevur nýggj vinna tikið seg upp í londunum kring Norðsjógvin. Hon kemur í kjalarvørrinum á olju- og gassvinnuni, sum hevur verið virkin í skjótt hálvthundrað ár. Nógvar oljugoymslur eru tømdar og skulu oljupallar og aðrar installatiónir riggast av og tilfarið endurnýtast.
Hetta verður í altjóða fakmáli nevnt "decommissioning".
Hetta hava tey gjørt við sera góðum úrsliti í danska havnabýnum Fredrikshavn. Har hevur amerikanska fyritøkan "Modern American Recycling Services" ment eina avriggingarfyritøku, sum er vorðin ein sera góð forrætning.
Fyritøkan meira enn tvífaldaði umsetningin í fjør til yvir 100 milliónir krónur, og setti eisini yvirskotsmet við einum yvirskoti, sum var hundrað ferðir hægri enn árið fyri. Frá 316.000 krónum til 37 milliónir krónur.
Fyritøkan, sum eisini er kend undir heitinum M.A.R.S., riggar av og tekur sundur oljupallar, útbúnað av ymsum slag og skip. Hetta verður gjørt í stóru havnini í Fredrikshavn. Kommunan hevur gjørt stórar íløgur í at útbyggja havnina, soleiðis at hon eisini kann hýsa hesi nýggju vinnuni, ið hevur eina bjarta framtíð fyri sær, nú alsamt fleiri gamlir pallar skulu riggast av.
Tilfarið, harav tað mesta er stál, verður endurbrúkt, eitt nú verður tað smeltað.
Nú prísurin á stáli hevur verið sera høgur seinasta árið, til tíðir 100 prosent eyka fyri tonsið, er dentur lagdur á at smelta stálið. Umleið 98 prosent av tilfarinum verður endurbúkt.
Sambært Søfart hava tað eisini verið truplar tíðir hjá fyritøkuni í byrjanini, men seinastu árini hevur tað gingið rætta vegin. Úrslitið er eisini nógv tengt at dollarakursinum sigur Kim Thygesen, stjóri. Hann vísir á, at tað kann vera stutt millum sera góðar tíðir og síðani tíðir, tá tað ikki gevur nógvar pengar. Her hevur prísurin á stáli, sum sveiggjar nógv, alt tað siga.
Hann sigur, at stórur partur av arbeiðinum, kanska eini 80 prosent í løtuni, fer til reingerð av nógva tilfarinum. Alt tilfar her eisini rør verður reinsað, áðrenn tað verður víðari viðgjørt. Í løtuni hava tey liggjandi 60.000 tons av tilfari, sum eftir reingerð verður skorið í smærri petti. Umleið 100.000 tons eru ávegis frá oljuleiðum.
Arbeiðsfólkið eru fyri tað mesta ófaklærd og er ikki neyðugt við serligum sveisaracertifikati fyri at skera sundur offshorekonstruktiónir og skip. Arbeiðsmegin kemur fyri tað mesta úr lokaløkinum. Tá mest hevur verið av arbeiði hava 200 fólk verið til arbeiðis hjá fyritøkuni.
Eisini í øðrum norðsjóvarlondum verður niðurtøka ella avrigging av oljuinstallatiónum raðfest høgt, nú so mangir pallar skulu takast úr rakstri. Eitt nú í Noregi og Bretlandi.
Frá føroysku frágreiðingini um avrigging av oljupallum. Her annar av høvundunum aftanfyri frágreiðingina, Jan Müller, stjóri í FOÍB á vitjan í Fredrikshavn
Eisini í Føroyum er avrigging av oljuvinnuni komin á breddan. Sjóvinnufelagið heitti fyri eini tíð síðani á FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólk, um at gera eina kanning av hesi nýggju vinnuni fyri at vita, um hetta kundi verið ein framtíðar vinnumøguleiki í Føroyum eisini.
Úr frágreiðingini um møguleikar fyri avrigging í Føroyum, her stórur pallur tikin upp á land í Hetlandi
Herfyri lat FOÍB lidnu frágreiðingina til Sjóvinnufelagið, har gjørdar verða fleiri niðurstøður við ráðum um, hvørjir møguleikarnir eru fyri slíkari vinnu í Føroyum. Vinnuframi stuðlaði verkætlanini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2023
Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, og ES forkvinnan, Ursula von der Leyen, fundaðust á gasspalli á norska landsgrunninum
Við tá fundinum var eisini norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og samtaksstjórin í Equinor, Anders Opedal. Tey fýra hittust á Troll A gasspallinum. Troll er størsta gassleiðin á norska landgrunninum. Í 2022 stóð hon fyri meira enn 10 prosentum av gassinum, sum fór til ES.
Equinor stjórin var vertur fyri fundin, sum er tann fyrsti nakrantíð av sínum slag á einum gasspalli.
Hann segði eftir fundin, at vitjanin á gasspallinum undirstrikar týdningin, sum Noreg hevur sum ein álítandi og tryggur veitari av orku til Evropa.
Eitt av endamálunum við vitjanini var at siga frá, at Nato og ES vilja gera alt tey kunnu fyri at verja týðandi orkuinstallatiónir í Evropa móti sabotasju.
Jens Stoltenberg segði eftir fundin, at týðandi orkupallar, sum eitt nú Troll, kunnu gerast mál hjá teimum, sum vilja forða útflutninginum av olju og gassi til ES lond. Hann sigur, at tað ber sjálvandi ikki til alla tíðina at verja slíkar pallar, men kortini hevur tað stóran týdning, at krígsskip og stríðsflogfør vísa seg í umhvørvinum rundan um olju- og gasspallar. Nato og ES hava júst sett á stovn eina deild, sum skal hava eftirlit við sonevndum krittiskum infrastrukturi eitt nú í Norðsjónum.
Equinor stjórin segði, at Troll pallurin fer at framleiða gass langt eftir 2050, tá flestu lond annars hava gjørt av at røkka null útlátsmálinum. Til tess ger Equinor stórar íløgur í fangan og goymslu av CO2 í undirgrundini nærhendis Troll eins og felagið ger íløgur í vindmylnulundir til havs. Hesi eru partur av grøna orkuskiftinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2023
Føroyar spæla í Luksemborg 5. og 8. apríl. Virkandi landsliðsvenjarin, Svenn Olsen, hevur tikið 22 spælarar út til uppgávurnar
Føroyska kvinnulandsliðið skal fyrst í apríl spæla tveir venjingardystir í Luksemborg, sum liður í fyrireikingunum til UEFA Nations League, sum byrjar tíðliga í heyst.
Í farnu viku varð kunngjørt, at Signe Pries Andersen fer at taka við starvinum sum høvuðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Hon skal tó gera starvstíðina í DBU lidna og byrjar formelt hjá FSF 1. juni.
Signe Pries Andersen saman við forsetanum í FSF, Christiani Andreasen, eftir at sáttmálin varð undirskrivaður í vikuni (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
Hon verður tó partvíst við til uppgávuna í Luksemborg, har hjálparvenjarin, Svenn Olsen, fer at hava ábyrgdina av liðnum. Tað er eisini hann, ið hevur staðið fyri at taka hópin, sum nú er kunngjørdur, út.
Fótbóltssambandið vísir á, at talan er í stóran mun um spælarar úr heimligu kappingini. Kortini eru tríggjar, ið spæla uttan fyri landoddarnar til dagliga: Julia Naomi Mortensen og Jensa Tórolvsdóttir, ið spæla í Danmark, og Ásla Johannesen, ið spælir í svenskum fótbólti.
Hópurin:
Margit Kwao, 07 Vestur
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Olga Kristina Hansen, B36 Tórshavn
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, FC Thy – Thisted Q (Danmark)
Sarita Maria Mittfoss, HB Tórshavn
Sunneva Willemoes, HB Tórshavn
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Rebekka Benbakoura, KÍ Klaksvík
Sara Samson Lamhauge, NSÍ Runavík
Rúna Olsen, NSÍ Runavík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Maria á Lakjuni, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2023
Nú er greitt, hvørjar eru við í føroyska hópinum, sum skal spæla EM undankapping í Armenia á páskum
Í døgunum 4. til 11. apríl luttaka føroysku U19-genturnar í fótbólti í EM-undankapping í Armenia.
Føroyar skulu spæla móti Malta fríggjadagin 7. apríl og síðan móti Armenia mánadagin 10. apríl, sum eisini er annar páskadagur.
Hópurin byrjar ferðina við venjing í Sørvági týsdagin 4. apríl, áðrenn leiðin gongur til Yerevan í Armenia, skrivar heimasíðan hjá FSF.
Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari hevur sent boð eftir hesum 17 spælarunum:
Kristina D. Gásdal, 07 Vestur
Bára Jansdóttir, 07 Vestur
Lisa Haraldsen, 07 Vestur
Jovina av Skarði, B36
Ester Ellingsgaard, B36
Sarita Petersen, B36
Marita Lisberg, EBS/Skála
Natalia D. Olsen, EBS/Skála
Anna Brændstrup, HB Køge
Malena Olsen, KÍ
Lóa Samuelsen, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Jórun Najma Patawary, KÍ
Rakul Sørensen, Víkingur
Gunnvá Lutzen, Vildbjerg
Sólja Ernstdóttir, Vildbjerg
Anna Katrina Mikkelsen, AaB
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2023
Føroyski høgri vongurin gjørdist toppskjútti i fyrru áttandapartsfinaluni í European League. Skanderborg Aarhus vann 34-32 á Granollers, og Hákun West av Teigum skoraði níggju mál
Hákun West av Teigum hevur nakrar mánaðir eftir í danska felagnum Skanderborg Aarhus, og vónandi fleiri evropeiskar dystir. Týskvøldið syrgdu hann og liðfelagirnir í fyri góðum útgansstøði við útisigri í fyrru áttandapartsfinaluni í European League.
Skanderborg Aarhus var ikki favorittur móti Granollers, men var á odda heili 12-20 í steðginum í katalanska býnum.
Heimaliðið var tó omaná eftir steðgin, og munurin minkaði við seks málum, tá samanum kom. Hóast ein lakari seinna hálvleik, kunnu Hákun og hini vera nøgdir við at vinna í Spania. Úrslitið gjørdist 32-34.
Hákun gjørdi bart, og hoyvíkingurin skoraði - eins og í heimadystinum móti Rumenia herfyri - uppá 90 prosent av sínum mongu skotum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Granollers var mettur at vera favoritturin undan uppgerðini, men níggju mál frá Hákuni West av Teigum vóru við til at senda sigurin til Skanderborg Aarhus.
Sambært hagtølunum skoraði Hákun uppá níggju útav sínum tíggju skotum, og gjørdist 21-ára gamli hoyvíkingurin toppskjútti í dystinum. Hann var í desember kosin bestu ungi høgri vongur í heiminum, og er hann ein týðandi brikkur á føroyska A-landsliðnum, sum síðst í apríl skal spæla avgerandi dystir í EM-undankappingini.
Seinni dysturin millum Skanderborg Aarhus og Granollers verður nú týskvøldið 28. mars í Danmark. Har fellur avgerðin um, hvat lið kemur í fjórðingsfinaluna í næstbestu evropeisku kappingini fyri lið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2023
Talan er um venjingardystir í sambandi við fyrireikingarnar til EM-undankappingina, sum byrjar í heyst
Í døgunum 3. til 6. apríl verður føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti í Helsinki í Finnlandi, har liðið m.a. skal spæla tveir venjingardystir móti Finnlandi. Dystirnir verða spældir í sambandi við fyrireikingarnar til EM-undankappingina, sum byrjar í heyst.
Til undankappingina er Finnland er styrkismett sum nr. 32, meðan Føroyar er styrkismett sum nr. 27. Fyrri dysturin verður 4. apríl klokkan 16.45, og næsti dystur verður 5. apríl kl. 16 føroyska tíð. Dystirnir verða stroymdir á handis.tv, skrivar Hondbóltssamband Føroya.
Landsliðsvenjararnir Mark Lausen-Marcher og Finnur Hansson, hava úttikið hesar 16 leikararnir til dystirnar.
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing-Falster Håndbold
Rakul Wardum, Ajax København
Útileikarar:
Guðrið á Borg, H71
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Ajax København
Rannvá Olsen, VÍF
Ingibjørg Olsen, ÍBV
Pernille Brandenborg, København Håndbold
Brynja høj, Neistin
Vár Zachariasen, H71
Elsa Egholm, H71
Lív Zachariasen, H71
Jana Mittún, H71
Natasja Hammer, Haukar
Súna Krossteig Hansen, Ajax København
Sonja Sirdal á Bergi, Stjørnan
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2023
Við 3-0 sigri á TB kom Fleyr eitt stórt fet nærri FM-finalunum ímóti SÍ, men enn eru allar súðir kortini ikki syftar, tí Fleyr hevur framvegis tríggjar dystir eftir at spæla, og TB fimm
Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Fleyr-TB 3-0 (25-23, 25-9, 25-22)
Við 3-0 sigri á TB kom Fleyr eitt stórt fet nærri FM-finalunum ímóti SÍ, men enn eru allar súðir kortini ikki syftar, tí Fleyr hevur framvegis tríggjar dystir eftir at spæla, og TB fimm.
Fyrsta settið í dystinum sunnudagin var serliga spennandi, har TB hevði verið aftanfyri, men fór framum miðskeiðis í settinum og var á odda 23-22, men Fleyr vann kortini 25-23.
Í øðrum setti var TB fyri ongum og tapti 25-9, og líkt var eisini til, at Fleyr skuldi vinna triðja settið lættliga, tá støðan gjørdist 19-14, men TB mentist aftur og fór framum 20-19 í einum høggi. Fleyr helt tó høvdið kalt og vann 25-22.
Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:
Lið Stig / (Dystir)
SÍ 39 / (14)
Fleyr 34 / (15)
TB 27 / (13)
Mjølnir 17 / (13)
Dráttur 15 / (15)
KÍF 9 / (15)
Ternan 9 / (15)
Hvussu kann TB so framvegis koma í í FM-finalurnar? Vinnur TB trý stig í sínum írestandi dystum ímóti Mjølni (tvær ferðir), Ternuni og Drátti, men einki fær ímóti SÍ, so endar TB á 39 stigum. Vinnur Fleyr trý stig í sínum trimum írestandi ímóti, Mjølnir og KÍF, men einki fær ímóti SÍ, so endar Fleyr á 40 stigum. Tað merkir so statt, at skal TB í FM-finalurnar, so skal Fleyr snáva ímóti Mjølni ella KÍF.
Men tað er ikki óhugsandi, tí Fleyr hevur havt ávísar trupulleikar ímóti báðum av teimum, og hevur tvær reisur við neyð og deyð vunnið 3-2.
Og so er ein annar møguleiki. Vinnur TB á oddaliðnum SÍ – og fær trý stig allar hinar fýra dystirnar – so fær TB finaluplássið, um ikki eisini Fleyr vinnur á SÍ. Vit sóu í hálvfinalunum í steypakappingini, hvussu nær TB var, men tapti javnbrótaran 15-12.
Írestandi dystirnir hjá TB: Mjølnir (úti), Ternan (heima), SÍ (úti) Mjølnir (úti), Dráttur (úti)
Írestandi dystirnir hjá Fleyr: Mjølnir (úti), KÍF (úti), SÍ (heima)
--------
Tveir aðrir dystir vóru í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum um vikuskiftið. Sunnudagin vann Dráttur á heimavølli 3-2 á Ternuni, sum annars hevði vunnið tey bæði fyrstu settini. Og leygardagin vann Mjølnir sín fjórða sigur á rað við 3-1 sigri á KÍF í Kollafirði.
Dráttur – Ternan 3-2 (23-25, 26-28, 25-19, 25-19, 15-12)
KÍF-Mjølnir 1-3 (10-25, 26-24, 21-25, 15-25)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2023
Steypakappingar í amboðsfimleiki eru í Bylgjuni í Runavík um vikuskiftið
Steypakappingar í amboðsfimleiki vóru í Bylgjuni í Runavík farna vikuskiftið.
Úrslitini hjá kvinnum, kvinnuunglingum, monnum og mansunglingum í steypakappingunum í amboðsfimleiki eru at síggja niðanfyri.
Tað var Havnar Fimleikafelag sum fór avstað við flestu gullheiðursmerkjunum.
Kvinnur
Lop: Nr. 1 Sesilia Biskopstø, Støkk, 10.625. Nr. 2 Gunnvá Mørkøre, HF, 10.025
Biti: Nr. 1 Astrið N. Breckmann, HF, 12.750. Nr. 2 Gunnvá Mørkøre, HF, 10.900. Nr. 3 Sesilia Biskopstø, Støkk, 10.550
Gólv: Nr. 1 Astrið N. Breckmann, HF, 12.200. Nr. 2 Gunnvá Mørkøre, HF, 11.600. Nr. 3 Sesilia Biskopstø, Støkk, 11.350
Kvinnuunglingar
Biti: Nr. 1 Mia Højgaard, HF, 10.850. Nr. 2 Ronja Johannesen, HF, 9.150. Nr. 3 Hjørdis Petursdóttir, Støkk, 8.100
Gólv: Nr. 1 Mia Højgaard, HF, 12.150. Nr. 2 Ronja Johannesen, HF, 11.850. Nr. 3 Hjørdis Petursdóttir, Støkk, 11.050
Menn
Gólv: Nr. 1 Teitur K. í Hjøllum, HF, 10.250
Beinsveiggj: Nr. 1 Aron D. Jacobsen, HF, 12.100. Nr. 2 Teitur K. í Hjøllum, HF, 10.200. Nr. 3 Rókur S. Vestergaard, HF, 9.650
Ringar: Nr. 1 Aron D. Jacobsen, HF, 12.100. Nr. 2 orleivur Christiansen, HF, 10.750. Nr. 3 Bjarki í Jákupsstovu, Støkk, 7.600
Lop: Nr. 1 eitur K. í Hjøllum, HF, 11.725. Nr. 2 Torleivur Christiansen, HF, 11.600
Paralell barr: Nr. 1 Aron D. Jacobsen, HF, 11.200. Nr. 2 Teitur, K. í Hjøllum, HF, 10.900. Nr. 3 Torleivur Christiansen, HF, 10.400
Reck: Nr. 1 eitur K. í Hjøllum, HF, 5.150
Mansunglingar
Beinsveiggj: Bjarki Johannesen, HF, 10.300
Ringar: Bjarki Johannesen, HF, 10.750
Lop: Bjarki Johannesen, HF, 11.175
Reck: Bjarki Johannesen, HF, 10.650
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2023
Fimleikafelagið Støkk er til reiðar við sínum árligu várframsýningum
Fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða í dag og í morgin í Bylgjuni í Runavík, og í ár eru tær fimm í tali.
Sýningarnar við børnum undir skúlaaldur eru leygarmorgun kl. 10 og 12, meðan blandaðar framsýningar við eldru liðunum eru leygardag kl. 15 og sunnudag kl. 14 og 16.30.
Skráin yvir fimleikaframsýningarnar liggur á heimasíðuni og á Facebooksíðuni hjá Støkk.
Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn 4-6 ár, vanligu liðini frá 1.-10. flokk, kvinnur, styrki og konditión, amboðslið og estetisk kappingarlið. Sum nakað nýtt, verður stóra felagsliðið hjá Støkk við umleið 60 fimleikarum í aldrinum 12-75 ár eisini á skánni.
Undir framsýningunum verða merki og ídnisprógv handað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2023
Føroyska landsliðið í borðtennis skal umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey í summar
Føroyska landsliðið í borðtennis, sum skal umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey í døgunum 8. til 14. juli, er nú úttikið.
Talan er um ein stinnan hóp, eitt nú við Henriettu Nørr og Duritu Fríðadóttir Jensen, sum vunnu gull í tvímansleiki á oyggjaleikunum í Gotlandi í 2017.
Av teimum átta, sum eru úttikin, eru trý við á fyrsta sinni – nevniliga Albert Weihe Wolfsberg, Ári Fríðason Jensen og Anja Wongwai.
16 ára gamli Albert Weihe Wolfsberg, sum spælir við danska felagnum HGI í Hillerød, gjørdist føroyameistari í fjør, og spennandi verður at síggja tann unga hálva føroyingin kappast á oyggjaleikunum.
Nevnast kann eisini, at úttøkan av Ára Fríðasyni Jensen fullførir tyssið av teimum dugnaligu Jensen-borðtennissystkjunum, tí nú eru øll trý systkini – Fróði, Durita og Ári – á landsliðnum.
Menn: Albert Weihe Wolfsberg, Ári Fríðason Jensen, Fróði Fríðason Jensen og Hallur Thorsteinsson
Krinnur: Anja Wongwai, Britt Michelsen, Durita Fríðadóttir Jensen og Henrietta Nørr
Venjarar: Simon Nykjær-Fisher og Pætur Albinus
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2023
Enn einaferð koma føroyskir boksarar heim við heiðursmerkum – hesaferð frá sælandsku meistarastevnuni
Felagið Tórshavn Boksing fekk eitt gull heiðursmerki og eitt silvurheiðursmerki við heim frá sælandsku meistaraskapunum farna vikuskiftið.
David Kunoy fekk gullheiðursmerki, tá hann lættliga vann sína SM-finalu sunnudagin.
Fyrst skuldi hann boksa hálvfinalu leygardagin, og føroyski boksarin gjørdi skjótt av. Áðrenn ein minuttur var farin av dystinum, breyt dómarin dystin av fyri at telja yvir mótstøðumanninn, og tað gekk bert ein minuttur afturat, so taldi dómarin á øðrum sinni. Tá dómarin so eftir tveir minuttir og 33 sekund taldi á triðja sinni, kundi David kjósast til vinnara av hálvfinaluni – RSC í fyrsta umfari.
Sunnudagin boksaði David so finaluna móti einum boksara frá Herlev, sum er ein av bestu boksiklubbunum í Danmark, og gitin fyri at uppala góðar boksarar.
Tíðliga í fyrsta umfari gjørdist greitt fyri bæði David og hjálparfólk hansara, at mótstøðumaðurin var pøstur og stríddist við andanum.
Dystarætlanin varð broytt, og David fekk boð um at skrúva upp fyri tempo’num fyri at møða mótstøðumannin enn meira.
Og hetta loysti seg. David hevði fult tamarhald á bæði øðrum og triðja umfari, og dómararnir løntu Davidi aftur við einum 5/0 finalusigri og harvið gullheiðursmerki um hálsin.
Silvur til 12 ára gamla Hera
Silvurið til Tórshavn Boksing fekk bert 12 ára gamli Heri Ziskason, sum var sloppin beinleiðis í finaluna í sínum vektflokki.
Heri boksaði ein góðan dyst, men megnaði ikki at gagnnýta sínar møguleikar til at fáa yvirvág í dystinum, og hann tapti at enda við dómaraatkvøðunum 4/1. Hóast tap, so vóru bæði boksari og venjarar nøgdir við innsatsin, og ivast verður ikki í, at Heri hevur gávur til góð úrslit í framtíðini.
Hinir báðir føroysku boksararnir, sum vóru við í sælendsku meistarakappingunum, taptu sínar innleiðandi dystir, og komu ikki víðari í finaluna.
Teitur Annand vísti góða boksing, men ikki nóg góða til at vinna á sínum manni henda dagin, og sama var galdandi fyri Nóa Jacobsen, sum ikki fekk vísti seg at hava ein av sínum bestu døgum.
Arbeiða við nýggjum slag av venjing
Men allir eru nakrar royndir ríkari, sum kunnu koma at gagna teimum framyvir, eru venjararnir samdir um.
- Hesar seinastu 4-5 mánaðirnir hava vit arbeitt við einum nýggjum venjingarhátti fyri David, sum vísir seg at virka sera væl, og nú skulu fleiri av boksarunum í felagnum við til henda háttin í royndini at gera teir eins væl fyri, og David er.
- Hvat vit gera, fara vit ikki so gjarna út við, men ein sannroynd er, at størsti parturin av protein-inntøkuni kemur frá turrum fiski og at rennivenjingarnar ganga fyri seg í brekkum og fjøllum, sigur venjarin, Martin Meng loyndarfullur.
Teitur Annand og David Kunoy hava verið í Danmark í venjingarlegu í alla vikuna fyri at vera við í altjóða stevnuni Hvidovre Box Cup hetta vikuskiftið. Tíverri hevur Teitur Annand kent seg sjúkan, og hevur tí givið avboð til kappingina í Hvidovre.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2023
Alt kollrendist á ovaru borðunum. Her høvdu Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen greiðan fyrimun, men í kviktalvi kann so mangt henda, tí tíðin er knøpp
Tað var spenningur og drama við lít, tá ið vágamenn og havnarmenn sunnudagin telvaðu um meistaraheitið, fyrst í regluligum dysti, og síðani í umdysti, skipaður sum kviktalv við munandi minni leiktíð.
Fyrst vunnu havnarmenn 3-1. Tað gav teimum umdystin. Nú vóru teir rímiligt favorittar eftir frálíka sigurin á ósigraða oddaliðnum, men í umdystinum tók alt eina bráða vend. Vágamenn vóru neyvari og kringari og kaldari, tá ið á stóð.
Alt kollrendist á ovaru borðunum. Her høvdu Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen greiðan fyrimun, men í kviktalvi kann so mangt henda, tí tíðin er knøpp. Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen, ið var fyri sínum fyrsta og einasta tapi í vetur í regluliga dystinum í dag móti einum vælleikandi Martin Poulsen, vísti stórt yvirskot, tá ið hann brádliga aftur lá omaná, og vann.
Uppaftur meira gátuført var tað, sum hendi á 1. borði. Her hevði stórmeistarin at kalla vunna støðu, men so var tað, sum slóknaði hann. Um fjálturin nervaði hann meira enn gott er, er ilt at siga, men hann lorkaði sær stóra fyrimunin burtur í fáum leikum, og varð settur skák og mát.
(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)
Nýggja stjørnan hjá sandavágsmonnum í talvi eitur Jón í Horni Nielsen. Hann hevur fingið eitt veruligt gjøgnumbrot í vetur í sínum fyrsta kappingarári í 1. deild. Hann telvaði sera væl í regluliga dystinum í dag, og átti ivaleyst at vunnið, men misti tráðin og var um reppið at tapa endatalvið, men stríddi seg kortini til remis. Í umdystinum kom hann aftur at standa væl, men tá ið Luitjen tóktist hava javnað støðuna aftur, átti hann eina avgerandi fintu, ið tryggjaði honum sigurin.
Bara Olaf Berg vann av havnarmonnum í umdystinum. Olaf er ein pressari og vann eitt roktalv í regluliga dystinum, og í umdystinum offraði hann djarvur mann. Hóast offrið tóktist at vera í so vágið, fekk hann kortini væl av spæli afturfyri, og endin var, at hann lá omaná.
Sandavágur - Havnin 3 - 1
Rógvi Egilstoft - Helgi Dam Ziska 1-0
Høgni Egilstoft Nielsen - Martin Poulsen 1-0
Silas Eyðsteinsson - Olaf Berg 0-1
Jón í Horni Nielsen - Luitjen Akselsson Apol 1-0
Eitt flott comeback av sandavágsmonnum eftir at hava tapt 3-1 í høvuðsdystinum. Tað vísir styrki og treiskni og góðar kappingareginleikar. Mann fyri mann hevur havnarliðið hægri styrkitøl á trimum av fýra borðum, men kanska hava vágamenn aðrar dygdir, sum javna henda munin, tá ið á stendur.
Tað er hugvekjandi at síggja, at Rógvi Egilstoft á 1. borði er mentur at neutralisera stórmeistaran Helga Dam Ziska í trimum talvum teirra millum í vetur. Tvey remis í regluligu toppdystunum, og so ein avgerandi sigur í umdystinum. Tað átti næstan ikki at borið til, men við slíkum toppavrikum ber til at vinna á favorittunum.
Havnarmenn eru helst bæði nipnir og vónbrotnir um ikki at vinna í ár, nú felagið um ein mánað fyllir 100.
Men sannast má, at hesi bæði liðini hava givið okkum nakrar frálíkar kappingar og FM-finalur tey seinnu árini. Í fjør var eisini spenningur til síðsta leik, og tá var tað Helgi Dam Ziska, ið tryggjaði havnarmonnnum sigurin eftir harðvunnan dyst móti Rógva Egilstoft.
Hesaferð kundu vágamenn siga takk fyri síðst - og tillukku við 100 ára føðingardegnum!
Dystirnir í 1. deild í tíggjunda og seinasta umfari sunnudagin:
Hóast kollfirðingar fingu gott úrslit sunnudagin, gjørdust teir ov stuttir, og flyta úr 1. deild aftur.
Tað endaði púra javnt millum Havnina og Sandavág. 31 borðstig og 18 dystarstig í part. Innanhýsis hevði Havnin munin (4½-3½), men reglurnar áseta umdyst um meistaraheitið í slíkum føri.
Hvirluvindurin ST
Við FM-sigrinum hevur Sandavágs Talvfelag lagt seg upp á síðuna á Klaksvíkar Talvfelag sum tey bæði næstmest vinnandi feløgini í landinum. Sandavágs Talvfelag vann fyrsta FM-heitið í 2011, so tað hevur gingið upp á stás hesi trettan árini síðani.
FM 2010-2023
2010 KTF
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST
2022 HT
2023 ST
FM 1971-2023
HT 25
ST 8
KTF 8
VT 6
KT 4
TT 1
TFS 1
Sandavágs Talvfelag upp
Tað er komið fyri fyrr, at Sandavágs Talvfelag hevur tvey lið í 1. deild, men nú eru nøkur ár síðani. Men í ár gjørdist greitt, at vágamenn eru eisini bestir í 2. deild.
Meira syrgiligt er at síggja, at gamli talvrisin - Vestmanna Talvfelag - er dottin heilt niður í 3. deild. Hvokkin er hann, Grímur á Skóg.
Komandi kappingarár verða bara trý feløg í 1. deild - Sandavágur, Havnin og Klaksvík - øll við hvør sínum tveimum liðum.
10. umfar
Sandavágur - Vestmanna 3½-½
Havnin B - Klaksvík 1-3
Havnin A - Kollafjørður 3-1
Runavík upp
Kongshavnar Talvfelag - fyrr Runavíkar Talvfelag - hevur vunnið 3. deild og flytur upp í 2. deild.
10. umfar
Kongshavn - Kollafjørður 2-2
Sandavágur A - Rókur 2-2
Sandavágur B - Toftir 2½-1½
Gøtuskeggjar vunnu
Annað gamalt stórfelag í føroyskari telving, er Gøtu Talvfelag. Teir vóru í nógv ár í 1. deild, og tá Petur Eli Mikkelsen og Sjúrður Lómstein vóru í vælmaktini, vóru teir heilt frammarlaga.
Men gøtumenn eru í somu støðu sum toftamenn og vestmenningar, sum ikki hava verið mentir at seta nóg væl við tey seinnu árini. Nú kunnu teir heilsa vestmenningum í lyftini upp úr 3. deild í 2. deild.
10. umfar
Gøta A - Rókur B 4-0
Gøta B - Toftir 2-2
Havnin - Kongshavn 4-0
Vestmanna - Klaksvík A 1½-2½
Klaksvík B - Rókur A 4-0
Havnin vunnið FM
Seinastu leikirnir í unglingadeildini verða fluttir mikudagin, men greitt er longu nú, at Hanar telvingarfelag hevur vunnið.
Næst á skránni í føroyskari telving er FM-einstaklingakappingin, sum Havnar Telvingarfelag skipar fyri um páskirnar.
(Skrivað Suni Merkistein / Talvsamband Føroya)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2023
Tórshavnar Bridgefestivalur er í Dansifrøi í Havn í hesum døgum
Altjóða bridgekappingin, Tórshavnar Bridgefestival, er hetta vikuskiftið. Byrjað var í gjár, og kappingin heldur fram í dag.
120 bridgespælarar hava sett seg við bridgeborðini í Dansifrøi at spæla í bridgekappingini Tórshavn Bridgefestival. Av teimum eru omanfyri helmingurin útlendskir spælarar, teirra millum fleiri heimsmeistarar.
Eitt nú er hin blaðunga Kaja Brekke úr Noregi við, hon er nýkosin heimsmeistari í Bridge fyri U26.
Kaja Brekke
Íslendingar hava tikið væl undir við kappingini frá fyrsta degi, og stívliga 30 íslendskir spælarar koma, teirra millum legendan Aðalsteinn Jørgensen, sum var við at vinna HM við Íslandi á sinni. Úr Íslandi kemur eisini Sveinn Rúnar Eiriksson, ið er yrkisbridgespælari, og sum fyrr í ár gjørdist amerikanskur meistari, hann skal spæla saman við Heðini Mouritsen, sum er ein av fremstu føroysku bridgespælarunum.
Bogi Simonsen, sum telist millum stinnastu spælararnir í Føroyum, hevur vunnið allar festivalarnar higartil. Einaferð við norska Nils Kvangraven og tvær ferðir við íslendska Bjarna Hólmari Einarssyni.
Í ár spælir Bogi aftur saman við Bjarna og lítið er at taka seg aftur í, at teir báðir teljast millum favorittarnar. Men umframt heimsmeistarar og amerikanskar meistarar, so eru fleiri sum fara at bjóða Boga og Bjarna av.
Úr Danmark kemur Mathias Bruun, sum er mest vinnandi danski spælarin seinastu mongu árini, hann skal spæla saman við Arna Mikkelsen, teir fara helst at roynast drúgvir.
At kalla allir teir bestu føroysku spælararnir eru við í kappingini, eitt nú Símun Lassaberg og Pól E. Egholm, og Árni M. Dam og Dánjal Pauli Mohr, sum hava staðið seg væl í ár, og eisini munnu fara at vera frammarlaga tá ið gjørt verður upp leygardagin.
Í fjør var kappingin so jøvn, at bara tvey stikk av teimum oman fyri 1.100 stikkunum, sum vóru at taka í kappingini, avgjørdu hvør sum fekk fyrsta annað og triðja plássið.
Hetta er fjórða árið at skipað verður fyri Tórshavnar Bridgefestivali. Fyrsta árið var í 2019, og undirtøkan hevur verið sera góð øll árini. Føroya Bridgesamband skipar fyri kappingini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2023
Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini í bridge vóru leiktar í Norðurlandahúsinum leygardagin
Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini í bridge vóru leiktar í Norðurlandahúsinum leygardagin 18. mars. Tey fýra liðini, ið høvdu spælt seg á hálvfinalurnar vóru hesi:
Lutakastið háttaði seg soleiðis, at í aðrari hálvfinaluni møttust liðini hjá Dánjal Paula Mohr og Jóannes Mouritsen, meðan liðini hjá Henriette Svenstrup og Pól Egholm hittust í hinari hálvfinaluni.
Tá farið var til hálvleiks í hálvfinalunum hevði liðið hjá Dánjal Paula Mohr vunnið sær eina lítla leiðslu móti liðnum hjá Jóannes Mouritsen, meðan tað stóð á jøvnum millum liðini hjá Henriette Svenstrup og Pól Egholm.
Í seinna hálvleiki vendist dystargongdin. Liðið hjá Jóannes Mouritsen megnaði við einum væl spældum øðrum hálvleiki at vinna ein tepran sigur á liðnum hjá Dánjal Paula Mohr, meðan liðið hjá Pól Egholm vann annan hálvleik greitt á liðnum hjá Henriette Svenstrup. Harvið tryggjaðu liðini hjá Jóannes Mouritsen og Pól Egholm sær finaluplássini.
Eftir loknar hálvfinalur varð klárt at fara undir sjálva steypafinaluna. Í finaluni hittust sum nevnt liðini hjá Jóannes Mouritsen og Pól Egholm. Í fyrra hálvleiki megnaði liðið hjá Pól Egholm at vinna sær eina trygga leiðslu, og tá farið var til hálvleiks var leiðslan 53 imp. Í seinna hálvleiki varð økt um leiðsluna við 10 impum, og vann liðið hjá Pól Egholm sostatt ein tryggan og uppibornan finalusigur.
Liðið hjá Pól Egholm vann steypakappingina (Mynd: Føroya Bridgesamband)
Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini vóru leiktar í sera góðum umstøðum í “Norðurstovu” í Norðurlandahúsinum.
Føroya Bridgesamband
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2023
-
Konfirmatión verður í Vesturkirkjuni í Havn sunnudagin 26. mars klokkan 11. Prestur er Derhard Jógvansson
Konfirmantarnir eru hesi:
Ári í Soylu, Landavegur 64. Dagurin verður hildin frá klokkan 15.
Beinta Klemmentsen, Mattalágarvegur 13E. Dagurin verður hildin í KFUK, Varðagøta 9, frá klokkan 16.
Brandur Thomsen, Jákup Nolsøes gøta 22. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.
Børka Jákupsdóttir, Viðargøta 8, Argir. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.
Dánjal Petursson í Dali, Skemmingsgøta 1. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.
Dóra McGavin Magnussen, undir Kerjum 3. Dagurin verður hildin í Broncks, Jónas Broncksgøta 17 frá klokkan 15.
Heidi Alita Næs, Stóragerð 20. Dagurin verður hildin í Felagshúsinum í Stóragerði frá klokkan 16.
Heini Pætursson Restorff, oman Viðarlund 23 vm. Dagurin verður hildin í Odd fellow, Grønlandsvegur 56, frá klokkan 15.
Heri Guðlaugsson, Granagøta 20. Dagurin verður hildin í Posthúskjallaranum, Tórsgøta 8, frá klokkan 16.
Ida Restorff Nipgaard, Heygsvegur 15. Dagurin verður hildin frá klokkan 15.
Inga Guðrin Samuelsen, Bjarnoyarvegur 9. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.
Ísakur Viderø Danielsen, Brobbersgøta 6. Dagurin verður hildin í Bátafelagnum á Bryggjubakka frá klokkan 15.
Jasmin Hentze Jensen, Kongsgil 19, kj. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Argja Róðrarfelag frá klokkan 15.
Kristian Samuel Valle Zachariassen, Varðabyrgi 20. Dagurin verður hildin í Frelsunarherinum frá klokkan 16.
Maria Poulsen Hellisdal, Marnagilsvegur 58. Dagurin verður hildin í B36 húsinum frá klokkan 14.
Nóa Lind Nolsøe, Grønlandsvegur 50. Dagurin verður hildin á Tinghúsvegi 18 frá klokkan 17.
Ragnar Dahl Højgaard, Rygsgøta 15, Argir. Dagurin verður hildin í Kiwanis, Jøkulstræti 4, frá klokkan 17.
Símun Thorkildshøj Sigvardsen, í Svanga 8. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.
Sofía Sámalsdóttir Hansen, Brattalíð 20. Dagurin verður hildin í KFUM frá klokkan 15.
Teresa Vang Toftegaard, Velbastaðvegur 3. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2023
-
Konfirmatión verður í Ólavskirkjuni í Kirkjubø sunnudagin klokkan 11. Prestur er Bergur D. Joensen.
Konfirmantarnir eru hesi:
Hjørdis Patursson, í Geilini 1, Kirkjubøur. Dagurin hildin heima á Garði 1, Kirkjubøur, frá kl. 17.
Adrian Eysturoy Olsen, undir Borgarhálsi 36, Velbastaður. Dagurin verður hildin frá kl. 16.
Hjalti Rúnuson Svenningsen, Gamlivegur 16, Kirkjubøur. Dagurin hildin í Hornahúsinum í Havn frá kl. 17.
Hjálmar Andriasarson Jacobsen, undir Borgarhálsi 33, Velbastaður. Dagurin hildin í Djóna í Geil gøtu 5 frá kl. 17.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2023
-
Sunnudagin 26. mars - boðanardag Mariu - klokkan 11 verður konfirmatión í Hoyvíkar kirkju. Prestur er Bergtórur Hjelm Bjarkhamar.
Konfirmantarnir eru hesi:
Døgg Ramona Salberg Robertson, Áargeil 12, Tórshavn.
Elisa Krossteig Mørkøre, Torkilsgøta 8, Hoyvík. Opið hús frá kl. 16.
Emma Elisa Poulsen, Við Myllutjørn 50, Hoyvík. Dagurin verđur hildin á Gróthúsvegi 19, Hoyvík frá kl. 17.
Fríða Eysturtún Rubeksen, Pætursgøta 22, Hoyvík. Opið hús frá kl. 17.
Ronja Nicolina Sigrunardóttir Brekku, Heinagøta 12, Tórshavn. Dagurin verður hildin frá kl.16.
Andras Vinther, Guttormsgøta 9, Hoyvík. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelagi, Stoffalág 17, frá kl. 15.
Heini Engskær, Gortrugøta 14, Hoyvík. Øll eru hjartaliga vælkomin frá kl. 17.
Nicolai Mikkelsen, Djóna í Geilsgøtu 29, kj., Tórshavn.
Páll Øssur Hoydal Rein, Skraddaragøta 10, Hoyvík. Dagurin verður hildin í Kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju frá kl. 15.
Rókur Lava Brockie, Gortrugøta 18, Hoyvík. Dagurin verður hildin í hølunum hjá FSF á Tórsvølli frá kl. 15.
Símun Sámal Joensen, Niðaragøta 86, Hoyvík. Øll eru hjartaliga vælkomin frá kl. 17.
Vilhelm Seyer Johannesen, Dýrindalsgøta 10, Hoyvík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald