Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 08. apríl 2023 | Nr. 14 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Nýggi Jupiter komin til Føroya

SíÐa 3

1 Leygardagur 08. apríl 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Blaðið Vikuskifti

-


SkrivaÐ:

-

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2127

    Lisnar síður: 7516

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 08. apríl 2023

Helgi í stórum stíli

Helgi var ósigraður í Landsliðsbólkinum og vann øll talvini uttan eitt, sum endaði remis. Havnar Telvingarfelag, sum í næstum fyllir 100, hevur saman við Talvsambandi Føroya skipað fyri árligu FM-kappingini, sum endaði fríggjadagin

Helgi Dam Ziska (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, er aftur føroyameistari í talvi. 

32 ára gamli havnarmaðurin staðfesti sína støðu sum besti telvari í Føroyum við ógvuliga sannførandi avriki og úrsliti í FM-einstaklingakappingini, sum endaði í Finsen í dag.

Helgi var ósigraður í Landsliðsbólkinum og vann øll talvini uttan eitt, sum endaði remis.  

At spenningurin kortini helt sær til seinasta umfar, hevur 25 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági heiðurin fyri. Hann gav stórmeistaranum so skarpan gang, at Helgi mátti kýta seg av øllum alvi fyri at vera eitt hálvt stig fremri, nú teir komu á mál.

Høgni vann allar uttan Helga og eldra bróðirin Rógva. Tey talvini endaðu jøvn. Móti Rógva mundi Høgni tapt, men hann bjargaði sær einum javnleiki. Helgi vann á Rógva, og tað var í grundini tað, sum var á muni millum teir báðar oddafiskarnar.

Helgi og Høgni endaðu tí langt undan hinum. Báðir vunnu aftur í dag. Helgi vann í stórum stíli á Eyðuni Nolsøe, sum helst viltist inn í eina stórmeistarafellu. Helgi fekk tí tryggjað sær FM-heitið við røttum fýrverkssigri.

Talvið millum Høgna og Martin Poulsen gjørdist júst so spennandi, sum væntandi var. Báðir telvaðu væl og lívligt, og líkt var til, at talvið helst fór at enda remis, men Høgna so líkt, so er hann skarpur og náðileysur í spentum støðum, og í somu stund, at Martin var óansin, fall hamarin. 

Rógvi og Carl Eli tóku tíðliga remis, og yngsti maðurin, Luitjen Akselsson Apol, vann á Olaf Berg, sum hevur havt eina burturúr miseydnaða kapping.

Stórfingið jubileums-FM
Havnar Telvingarfelag, sum í næstum fyllir 100, hevur saman við Talvsambandi Føroya skipað fyri árligu FM-kappingini, sum endaði í dag.

FM-bólkurin hevur ongantíð verið so væl mannaður sum í ár.  Undantøkini eru tey árini, tá ið útlendskir gestatelvararar hava verið uppií (2003 og 2019) og í 2017, tá Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Martin Poulsen vóru einsamallir í dupultkapping um FM. Ein so stóran FM-bólk, mannaðan við føroyskum telvarum burturav, hevur ikki havt so høgt miðalstyrkital sum í ár. 

Tað er tí hugvekjandi at síggja, at okkara tveir fremstu telvarar kortini eru so suverenir, sum endaliga úrslitið vísir. At sæð ein veruligan dyst millum teir báðar í klassiskum standardtalvi - kanska eini seks talv ella so í alt - hevði verið áhugavert. Kanska onkur íleggjari er fúsur at fíggja slíkan toppfund? 

Ikki tí, øll vita vit, at Helgi Dam Ziska er í flokki fyri seg í føroyskari telving. Tekur tú talvini ígjøgnum í hesari FM-kappingini, sæst eisini, at heildaravrikið hjá Helga er meira heilrunnið enn hjá Høgna. Helgi hevur ein internationalan stíl. Hann hevur vællaðaða grund undir sínum spæli. Hjá honum er tað teoretiska og strategiska í hásæti. Her hevur hann munin á Høgna. Hann hevur størri tryggleika í sínum spæli. Men í tí taktiska og tekniska eru teir kanska javnlíkar. Kreativt er Høgni kanska eins væl útborin. Nevna vit so eitt annað, sum ikki hevur minni at siga - orkan og stríðsførleikarnir, bæði til likams og sálar - tá tykist Høgni vera ógvuliga stinnur, men Helgi er rímiligt eisini royndur í leikum. Uttan slíkar eginleikar verður tú ikki stórmeistari. 

Vit kunnu bara fegnast um, at vit í Føroyum hava ein stórmeistara, sum telist millum teir fremstu í norðurlondum, og nú eisini aðrar góðar føroyskar telvarar, sum eru mentir at geva honum dygga mótstøðu í FM-kappingum. 

7. umfar (Langi fríggjadagur kl. 14:00)
Helgi Dam Ziska - Eyðun Nolsøe 1 - 0
Høgni Egilstoft - Martin Poulsen 1 - 0
Rógvi Egilstoft - Carl Eli Samuelsen ½ - ½
Olaf Berg - Luitjen A. Apol 0 - ½


FM 2023 - endaligt úrslit

[object Object]


Tríggir FM-kongar í 10 ár
FM-heitið í ár er hitt sætta hjá Helga Dam Ziska. Hann hevur tí vunnið flest FM av núlivandi telvarum. Bara Palli Henriksen (1902-1980), sum vann síni níggju FM-heitið millum 1938 og 1952, er fremri í teirri røðini.

Telja vit upp fyri seinastu tíggju árini, hava teir tríggir, sum vóru fremstir nú á páskum, verið einsamallir á trónuni hetta tíðarskeiðið. Helgi og brøðurnir Egilsftoft Nielsen úr Sandavági.

FM 2014-2023
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2023 Helgi Dam Ziska, HT

FM-kongarnir
Palli Henriksen, HT 9
Helgi Dam Ziska, HT 6
Heini Olsen, KTF 5
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 4
Martin Poulsen, HT 4
Jens Chr. Hansen, TT 4
Tórarinn Evensen, HT 4
Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 3
Torkil Nielsen, ST 3
John Rødgaard, VT 3
Luitjen Apol, HT 3
Olav Andreasen, HT 3

Hinar bólkarnir
Átta telvarar kappaðust í 1. bólki. Fyrrverandi føroyameistarin, nú 58 ára gamli Torkil Nielsen, vann. Honum á baki vóru tveir telvarar úr Kollafjarðar Talvfelag, sumbingurin Alvin Joensen og Árant Djurhuus. Rani Nolsøe, sum hevði næsthægsta styrkitalið, hevði meira misjavna kapping. 

Annars er at siga, at talan var um sera javnan bólk. Bara hálvtannað stig var frá tí fremsta til hin aftasta, og tað er sjáldsamt.

1. bólkur

[object Object]


Almenni bólkurin
Klaksvíkingar vóru stinnastir í almenna bólkinum. Har vóru 24 telvarar í alt. 

Teir tríggir fremstu vóru hesir:

1. Flóvin Matras Tummasarson, KTF 6
2. Bogi Hansen Eliasen, KTF 6
3. Ingi Wiberg, ST 5

Unglingar
Havnar Telvingarfelag fekk eisini føroyameistaran hjá unglingum. Tað var Petur Gardar Magnussen, sum vann í harðari kapping við fleiri av góðu unglingunum úr Klaksvík. Í alt kappaðust tjúgu hjá unglingum - m.a. tvær gentur.

1. Petur G. Magnussen, HT 6
2. Poul Thomsen, KTF 5½
3. Bogi á Kósini, KTF 5½

Veteranar
Átta vóru við í serstøku veterankappingini, sum hildin var skírisdag og langa fríggjadag.

Her var formaður Havnar Telvingarfelags stinnastur. Topp 3 var hesin:

1. Jóannes Guttesen, HT 5½
2. Sigurð Justinussen, HT 5½
3. Súni Jacobsen, HT 3½


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2023

3
Leygardagur 08. apríl 2023

Nýggi Jupiter komin til Føroya

Væntandi verður farið á svartkjaftaveiðu seinni í hesum mánaðinum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikumorgunin kom nýggi Jupiter í Nólsoyarfjørð, og á middegi varð lagt at við Vónakeiina.

Nýggi Jupiter er systurskip til Finn Fríða, og knapt 10 ár yngri enn undanfarni Jupiter, sum hevur fingið navnið Gamli Jupiter, og er selt til Framherja í Fuglafirði, sum skal brúka skipið til skiftisskip, til Framherji fær handað ein nýbygning í 2024.

Skipið fer á svartkjaftaveiðu seinni í hesum mánaðinum.

Seinnapartin varð kósin sett á Kollfjørð, sum eisini er heimstaðurin hjá Jupiter.

Undanfarni Jupiter er seldur til Framherja í Fuglafirði, og hevur fingið navnið "Gamli Jupiter".

Nýggi Jupiter er 73 metrar langur og 15 metrar breiður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2023

4
Leygardagur 08. apríl 2023

Jupiter, eitt gott brúkt skip

Skipið er bygt í 2004, men hevur ikki fiskað meiri enn fýra til fimm mánaðir um árið. Tí hevur motorurin ikki koyrt meiri enn 28.000 tímar, sum svarar til umleið fýra ár, hjá skipum, sum royna meginpartin av árinum, sigur Hildibjartur Olsen, skipari

(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Á middegi mikudagin kom Jupiter, nýggjasta pelagiska skipið í føroyska flotanum, á Havnina. Tað kom úr Skagen, har ymiskt er gjørt við skipið. Tað er P/f Jupiter í Kollafirði, sum hevur keypt skipið úr Lerwick í Hetlandi.

- Eg haldi hetta er eitt gott brúkt skip, og er í fínasta standi, hóast vit ikki enn hava roynt tað til fiskiskap. Skipið er bygt í 2004, men hevur ikki fiskað meiri enn fýra til fimm mánaðir um árið. Tí hevur motorurin ikki koyrt meiri enn 28.000 tímar, sum svarar til umleið fýra ár, hjá skipum, sum royna meginpartin av árinum. Tað sigur skiparin, Hildibjartur Olsen.

- Skipið hevur tvær troltrumlur og tvey sonduspøl, men ongan nótapavn. Tí er hetta ein trolari og ikki eitt nótaskip. Flestu pelagisku skipini fiska meginpartin av tíðini við troli, burtursæð frá teimum sum fiska lodnu, sigur hann.

-Nú fara vit at binda frið um páskirnar. Aftaná fara vit at rigga skipið til og farið verður á svartkjaftaveiðu, tá fiskiskapurin vónandi tekur seg ordiliga upp seinni í apríl, sigur Hildibjartur.

Jupiter er 76 metrar langur og 15 metrar breiður og lastar 2500 tons. Motorurin er ein 8000 kw. Wártsila. 10-12 mans verða við.

Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigarunum til lukku og Guds signing við Jupiter.

Sí fleiri myndir av Jupiter á Facebooksíðuni hjá Sjómansmissiónini her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2023

5

Størv

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025

Tangabilførari til Effo

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Reingerðarfólk til Glasir

Meira Umsóknarfreist: 11. desember 2024

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara

Meira Umsóknarfreist: 19. desember 2024

Tekniskur leiðari til Strandfaraskip Landsins

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024
6 Leygardagur 08. apríl 2023

Vilja hava heimafrið á páskum

Heimafriður sigur seg undrast á, at skip liggja og larma óneyðugt og oyðileggja bæði náttar- og páskafriðin hjá fólki

(Mynd: Heimafriður)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í stillu viku hava fólk fleiristaðni frá boðað felagnum Heimafriði frá larmi frá skipum, og Heimafriður sigur seg undrast á, at skip liggja og larma óneyðugt og oyðileggja bæði náttar- og páskafriðin hjá fólki.

Felagið heitir tí á kommunurnar um at steðga larminum, og heitt verður serliga á Tórshavnar- og Runavíkar kommunur um at tryggja øllum borgarum sínum frið fyri larmi frá skipum, skrivar Heimafriður í tíðindaskrivi.

Heimafriður sigur, at tað framvegis kemur alt ov ofta fyri, at skip liggja og larma óneyðugt.

– Síðani Heimafriður varð stovnað í 2018, hava verið batar at sæð, men enn kemur tað alt ov ofta fyri, at skip liggja og larma óneyðugt.

– Framvegis taka kommurnar og reiðaríini ikki nóg stór atlit til tey, sum búgva nær bryggjuøkjunum, og enn koma regluliga klagur um larm av slíkum slagi, sum órógvar heimafriðin og náttarhvíldina hjá fólki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2023

7
Leygardagur 08. apríl 2023

Føroyar og Bretland gjørt semju um sínámillum fiskirættindi fyri 2023

Í semjuni er ásett, at Føroyar fáa rættindi frá Bretlandi at veiða svartkalva, tosk, hýsu, longu, brosmu og blálongu, meðan Bretland fær rættindi frá Føroyum at veiða hýsu, upsa, blálongu, longu, flatfisk og eina kvotu fyri onnur fiskasløg

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum (Mynd: fisk.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hósdagin undirritaðu samráðingarleiðararnir hjá Føroyum og Bretlandi eina semju um sínámillum fiskirættindi fyri 2023.

Samráðingar hava verið millum londini bæði í London 7.-8. desember 2022 og í Tórshavn 21. februar 2023.

Í semjuni eru sínámillum fiskirættindini hjá Føroyum og Bretlandi fyri 2023 ásett, har Føroyar fáa rættindi frá Bretlandi at veiða svartkalva, tosk, hýsu, longu, brosmu og blálongu, meðan Bretland fær rættindi frá Føroyum at veiða hýsu, upsa, blálongu, longu, flatfisk og eina kvotu fyri onnur fiskasløg. Til bæði londini verða harafturat tillutaðar smærri hjáveiðukvotur av ymsum fiskasløgum.

Føroyar og Bretland eru eisini samd um at halda fram at samstarva um Serøkið, sum tey í felag varða av. Somuleiðis eru Føroyar og Bretland samd um at framhaldandi menna góða samstarvið millum eftirlitsmyndugleikarnar í londunum báðum, eins og at góða samstarvið innan havlívfrøðiliga økið, sum lunnar vóru løgdir undir í fjør, skal halda fram.

Á sama hátt sum í 2022, eru Føroyar og Bretland samd um at hittast aftur, tá ið árið er hálvrunnið fyri at gera eftirmetingar og tryggja, at semjan virkar á besta hátt fyri londini bæði.

Semjan kann sæst her.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2023

8 Leygardagur 08. apríl 2023

Ræst og eitt sindur speisi

Fermenteraða matstovan í Nýggjustovu í gomlu Havnini hevur fingið meksikanskan úrmæling sum høvuðskokk – og hann bjóðar siðbundna ræsta matinum av

Hetta er ræstkjøtarætturin - áðrenn hol er sett á myrka pastað, ið fjalir ræsta kjøtið
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Um nakar skuldi gingið og trúð, at føroyska matmentanin stendur fyri hóttafalli, nú landsins einasta Michelin-matstova er rikin í útlegd, so er veruleikin ikki so.

Matsnillingarnir handan Koks hava lagt sínar avleggarar eftir í Føroyum í form av matstovunum Roks og Ræst í Gongini í Havn.

Hetta vikuskiftið hevur Ræst roynt sína nýggja matskrá fyri innbodnum, nú latið verður upp fyri almenninginum aftur.

Og sigast má, at Ræst enn einaferð bjóðar dómarunum hjá Michelin av. Tað verður trupult hjá teimum at sýta fyri eina stjørnu til Ræst í ár.

[object Object]
'Sveiv á hvali'

Meksikansk twist

Matstovan Ræst var fyri nøkrum árum síðani sett í verðina fyri at bjóða ræsta føroyska matinum av – fyri at vita, um hann kundi uppstigast til fínari matmentan, um ein so kann siga.

Úrslitið hevur fyri okkum føroyingar verið væl eydnað. Køkssnillingarnir hava eksperimentarað við alskyns ræstum frá sperli til rikling og eisini øðrum serføroyskum frá hevhesti til blóðpylsu.

Tað, sum er heilt serligt við matskránni, ið verður “leyslatin” fyri almenninginum mánadagin er, at tað ræsta nú verður borðreitt við meksikanskum twisti. Tað vil siga, at siðbundni føroyski maturin fær eitt twist við meksikanskum kryddi, eitt nú chipotle chili, kryddblandingini pipian rojo og dreymkorru (coriandrum), ið er so sermerkt fyri meksikanskan mat.

[object Object]
Sebastián Jimenez (Savnsfoto: Neil Burger)

Fekk alsk til føroyska rákan

Royndi meksikanski kokkurin, Sebastián Jimenez, hevur átikið sær at standa á odda fyri ræsta køkinum nú latið verður upp fyri summarhálvuna.

- Eg arbeiddi á Koks í 2019 og eg fekk alsk til føroyska smakkin, og serliga tann ræsta rákan. Hetta er nakað eg kann brúka við mínum royndum, sum meksikanskur kokkur, sigur Sebastián um matskránna, hann hevur sett saman.

Matskráin, sum hann borðreiðir fyri sínum gestum, telur 13 rættir, harav tríggir teirra eru søtir omaná-rættir. Ræsing ella fermentering av onkrum slag er partur av øllum borðreiðingunum, men sæð við siðbundna føroyska smakkinum, eru tað kanska bara tríggir rættir, sum veruliga kunnu sigast at vera til at kenna aftur sum serføroyskir.

Teir eru fyrsti munnbitin, kallaður ‘sveiv á hvali’, sum er grind og spik upp á ein heilt annan máta, enn vit eru von við. Og so eru tað ein rættur við turrum fiski og djúpstoktum broysknum sperili, skerpikjøt upp á lekran smørstoktan brioche bolla og so høvuðsrætturin, sum er saftugt “skrætt” ræstkjøt. Alla tíðina við onkrum óvæntaðum afturvið, so sum knasandi rís í ræsta kjøtinum, sum gevur eina kenslu av, at talan er um lekra snerkta fiti, men er tað ikki.

[object Object]
Ræst kjøt

[object Object]
'Navaja aguachile'

Ringur av kryddlakaðari langskel vinnur

Listarligt útført er tað eisini. Til ein av rættunum – ‘oyggjar’ – er ein borðiskur við garnatálg, formað sum Føroyakort. Óvæntað øðrvísi.

Men listarligi vinnarin er tó rætturin, kallaður nakað so fremmant sum ‘navaja aguachile’. Tað er kryddlakað langskel í smábitum, blandaðir við fermenteraðum súreplum og kaviar. Omaná liggur so ein greinkransur gjørdur burtur úr karamelliseraðum og síðan snerktum leyki. Ikki bara tann flottasti rætturin á kvøldinum – eisini tann besti.

Drýla-taco við hummara, kryddað við pipian rojo er eisini nakað heilt serligt at fáa í munnin.

[object Object]
'Fjaldur havhestur'

Løgnasti rætturin er ‘fjaldur havhestur’. Løgin, tí maturin liggur fjaldur í einum pottaplantu, næstan.

Talan er um innbakaðan og djúptstoktan havhest í serligum deiggi, formað sum ein bolli, ið er festur á eina grein, ið so verður fjald niður í henda plantuuppsatsin. Eplaskúm er afturvið – frábera lekkurt, men ein ávaring til tey, ið vilja hava epli aftur við mati á matstovu, so er hetta tað nærmasta tú kemur hesum kneysa, ið er eitt mást hjá nógvum føroyingum á døgurðaborðiskinum.

[object Object]
Vakrir litir

Søtt vín til kryddaðan hummara

Tað, ið verður skonkt afturvið er eisini serligt í støðum. Veljast kann millum alkohol, fyri tað mesta vín, og uttan alkohol, ið er heimagjørd saft, kombucha ella kefir.

Paringarnar millum mat og drekka rigga sum heild væl. Sjálvur fall lagraða japanska saké’in ikki í smakk aftur við ræsta kjøtinum. Tað virkar, sum saké verður valt, bara tí talan er um ein fermenteraðan drikk. Men saké smakkar altso ikki væl – heldur ikki aftur við frálíkum røstum kjøti.

Mest óvæntaða paringin er frálíkt søtt franskt sauternes-vín aftur við kryddaðum hummaratacos. Tað riggar faktiskt, hóast sauternes mest verður skonkt til omaná-rættir.

Château d'Yquem – tað besta av tí besta

Tað heilt serliga, sum Ræst kann bjóða upp á í ár, er ungt søtt vín frá sjálvum d’Yquem slottinum í Sauternes.

Château d’Yquem er tað besta av tí besta, tá tað kemur til slíkt vín. Ræst hevur fingið hendur í nøkrum magnum fløskum at servera fyri gestunum til henda rættin. Tað er ikki ein og hvør, ið fær hendur á slíkum dropum, og tað er tí við einum vissum stoltleika, at Karin Visth, høvuðssommelier, kann fortelja um henda forkunnuga fongin.

Til royndaretingina fríggjakvøldið fingu vit ikki d’Yquem-vín – tað var ikki komið til landið – men eitt annað frálíkt meira lagrað vín frá Sauternes. Hetta verður heilt vist ein uppliving fyri gestirnar, sum vitja Ræst hesa komandi tíðina.

Ikki bara er paringin við kryddaðum hummara í drýli og søtt vín ein óvæntað paring. Men onkursvegna fer tað eisini at kitla upplivingina eitt sindur at fáa skonkt dropar, ið er so fáum unt at sleppa at royna.

[object Object]
'Hummara pipian rojo'



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2023

9 Leygardagur 08. apríl 2023

Nýggja hotelfelagið hjá Atlantsflogi stovnað

Jóhanna á Bergi er eisini stjóri í nýstovnaða partafelagnum, sum skal reka Hotel Vágar

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways og í nýggja hotelfelagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Atlantic Airways hevur stovnað P/F Ognarfelagið matr. nr. 406b. Felagið skal eiga og reka Hotel Vágar, sum tjóðarflogfelagið hevur keypt frá Gist og vist samtakinum.

Hjánavn hjá felagnum er P/F Hotel Vágar. Eginpeningurin er 500.000 krónur.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, er eisini stjóri í nýggja partafelagnum. Niels Heini Mortensen er nevndarformaður, og í nevndini sita eisini Jóhanna á Bergi, og Marius Eyðun Davidsen, fíggjarstjóri í Atlantic Airways.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Vit fara beinanvegin í holt við at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, ið hevur 25 kømur. Hotellið letur upp í nýumvældum hølum í heyst, tá vit verða til reiðar at bjóða bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum góðar frítíðar- og gistingarmøguleikar í Vágum, segði Niels Mortensen, nevndarformaður, tá Atlantic Airways kunngjørdi keypið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2023

10 Leygardagur 08. apríl 2023

Nýggjur stjóri í OY

Lis Waagstein er nýggjur stjóri í bryggjarínum OY. Petur Øl verður framyvir sølustjóri

Petur Øl, sølustjóri, Lis Waagstein, stjóri, Alessandro Ersettigh Picinich, høvuðsbryggjari (Mynd: OY)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er skjótt eitt ár síðani at OY læt dyrnar upp á Hálsi í Havn, og gongd er veruliga komin á framleiðsluna.

Stjórin síðani byrjan, Petur Øl, hevur ynskt at koma nærri kundanum, og verður framyvir sølustjóri í havnarbryggjarínum.

Nýggi stjórin í OY eitur Lis Waagstein. Lis er 36 ára gomul, er bankalærd og hevur eisini útbúgving innan fíggjarbúskaparfrøði. Seinastu fimm árini hevur hon rikið handlarnar Sheep, sum hon sjálv eisini átti.

- Við drúgvu royndunum hjá Lis frá vinnulívinum, royndunum hjá Peturi Øl frá ølvinnuni saman við dugnaliga bryggjaranum Alessandro Ersettigh Picinich, gleða vit okkum til spennandi tíðir fyri framman, sigur OY.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2023

11 Leygardagur 08. apríl 2023

Fyrsta umfar av Sement 2023 á skránni leygarkvøldið

Stóra tiltakið í Reinsarínum byrjar klokkan 20 páskaaftan. Seks bólkar/einstaklingar spæla - sambært fyriskiparunum verður talan um eyka fjølbroyttan tónleik í ár

Sway var millum bólkarnar, ið framførdu til Sement í fjør (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Leygardagin 8. apríl, páskaaftan, verður fyrsta umfar av árligu tónleikakappingini Sement. 

Í tíðindaskrivi frá Tórsgøtu verður lagt upp til, at Sement 2023 verður ein tónleikabuffét, har ongin fer svangur avstað. 

- Vit kunnu longu nú avdúka, at tónleikurin í ár verður eyka fjølbroyttur. Vit hava alt frá hip hop og metal til kór og afro pop. Luttakararnir eru bæði royndir og óroyndir. Eldri og yngri. Akkurát sum tað skal vera.

Stóra kappingin fer av bakkastokki leygarkvøldið klokkan 20.00. Fyriskipararnir hava gjørt eina stutta lýsing av bólkunum/einstøklingunum, ið skulu framføra og kappast. 

Aggrasoppar
Vistfrøðiligu beatsini hjá Ayphini, einglastemmurnar hjá Dadu og romantisku/djevulsku útsøgnirnar hjá Sóljudrongi er tað, sum æðrasoppar kokkast við, og borðreiða við einum himmalsins ódnarveðri, við einari hjálpandi hond frá tænarunum hjá teimum.

Tað einasta, sum tú kanst vera vísur í, at tú ikki hevur peiling av, hvat ólukkan gongur fyri seg.

Volapück
Nú flyta vit okkum yvir í eitt alternativt indie univers, har mystikkur er eitt lyklaorð.

Alt byrjaði við parinum Áslu og Magnus og vinmanninum Benjamin. Tey trý hava leitað og leitað eftir einum samleika til bólkin, og nú eru tey endiliga komin á mál. Samleikin er ein samanrenning av bólkum sum Radiohead og Red Hot Chili Peppers blandað við psykedeliskan rokk.

Nafro
Nafro er ein energibumba. Og Nafro er eisini ein frísk samanrenning av hip hop, Afro pop og RnB. Hansara evnir sum sangari og sangskrivari gera Nafro til eina spennandi blanding av originaliteti og fangandi løgum. Og alt, sum Nafro fæst við er autentiskt og beint frá hjartanum.

Simona Paula á Fríðriksmørk
Fert tú í Eysturoyartunnilin, so eru tað stór líkindi fyri, at tú endar á Strondum. Og tað er á Strondum, at 25 ára gamla Simona skrivar síni løg.

Nú er tíðin komin, har Strendur skulu deila sína gávu við Tórshavn og restina av Føroyum. Hesa ferð fer Simona at framføra í hinum endanum av tunnilinum. Á Reinsarínum í Tórshavn.

Tormóður
Hann er eitt rímiliga óskrivað blað í Føroyum, men hann hevur verið spældur á P3 í Danmark. Og eitt av hansara løgum hevur meir enn 25.000 avspælingar á Spotify. Hetta er ein ambitiøsur maður, sum veruliga brennur fyri tónleikinum. Og nú sleppa vit at uppliva hann á Sement.

Brak
Brak er eitt rútmiskt kór, sum strembar eftir at syngja við kraft og megi. Tey hava peppað ymsar gamlar sangir sum Góða mamma og Føgur er foldin og aðrar. Hesir hava fingið heilt nýggjan gospel-ham.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2023

12 Leygardagur 08. apríl 2023

Samanleggingin av Wenzel og Bilrøkt farin í gongd

Deildin Quick Service er flutt í gomlu hølini hjá Bilrøkt í Stigagøtu, og næstu mánaðirnar er ætlanin at leggja P/F Wenzel og Bilrøkt saman til eina fyritøku

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Næstu mánaðirnar er ætlanin at leggja P/F Wenzel og Bilrøkt saman til eina fyritøku, sum kann bjóða alskyns tænastur og taka ímóti alskyns bilmerkjum.

Hetta skrivar samtakið í einum tíðindaskrivi, og boðar samstundis frá, at Quick Service hesa vikuna er flutt í gomlu hølini hjá Bilrøkt á Stiðjagøtu 3.

Quick Service er deild hjá P/F Wenzel, sum tekur sær av skund uppgávum, so sum eitt nú eftirlit, oljuskift, bremsum, dekkskifti osv.

Bilrøkt varð stovnað av Jákup á Borg í 2005, Wenzel varð stovnað av Wenzel Petersen í 1925.

Í 2022 keypti Rúni Djurhuus Bilrøkt og nú er ætlanin altso at leggja fyritøkurnar saman, og Wenzel fer sostatt at umboða merkini Ford, Volvo, Mazda, Kia, MG og Isuzu.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kappingarráðið góðkendi samanleggingina við grundgevingini, at hon ikki munandi fór at forða virknu kappingini á marknaðinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2023

13 Leygardagur 08. apríl 2023

Fekk skaða í beinið við Skarðsbygd

Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið friðarligt, sigur løgreglan, men í hósmorgunin varð tyrlan send eftir einari kvinnu, sum hevði fingið skaða í beinið, og eitt ferðsluóhapp var í Søldarfirði

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hósmorgunin varð tyrlan send eftir einari kvinnu, sum var dottin og hevði fingið skaða í beinið. 

Kvinnan var stødd við Skarðsbygd á Kunoynni.

Hetta var klokkan 10.42 fyrrapartin, og ein tíma seinni kom tyrlan á Landssjúkrahúsið við kvinnuni.

Seinni á degnum, klokkan 13.40, var eitt ferðsluóhapp í Søldarfirði, har tveir bilar rendu saman. 

Eingin fólkaskaði var, men materielli skaðin var stórur, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at tey ikki vita, hví óhappið hendi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2023

14 Leygardagur 08. apríl 2023

Fleiri bátar brúk fyri hjálp

Tríggjar ferðir sunnudagin fekk MRCC-støðin boð um, at ein bátur hevði brúk fyri hjálp

Rescue Vón (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnudagin fekk MRCC boð frá trimum bátum um, at teir høvdu brúk fyri hjálp.

Fyrsta fráboðanin kom tíðliga um morgunin. Talan var um ein bát, sum var uppsteðgaður norður úr Eiðiskolli, og ynskti hann at fáa sleip til lands. Rescue Vón sleipaði hann til Eiðis.

Seinnapartin komu tvær fráboðanir. Tann fyrsta kom frá einum báti, sum var uppsteðgaður í Nólsoyarfirði, og varð báturin hjá Brimli, Nósi sendur at sleipa hann til Havnar.

Seinasta fráboðanin kom úr Norðhavinum frá einum báti, sum hevði trupulleikar við róðrinum, men seinni varð hjálparveitingin tó avlýst, skrivar heimasíðan hjá Vørn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2023

15 Leygardagur 08. apríl 2023

Fleiri bilførarar koyrdu ov skjótt

Mánadagin og týsnáttina kannaði løgreglan ferðsluna í Eysturoynni og í høvuðsstaðarøkinum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið fleiri bilførarar fyri at koyra ov skjótt.

Seinnapartin mánadagin var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar í Eysturoynni, og í hesum sambandi fingu fýra bilførarar klipp.

Teir koyrdu allir millum 105 og 110 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80.

Týsnáttina kannaði løgreglan eisini ferðsluna á Glyvursvegi á Argjum, har bilførarar javnan verða tiknir fyri at koyra ov skjótt, og har vórðu fýra bilførarar afturat tiknir.

Mest loyvda ferðin á hesum vegnum er 50 kilometrar um tíman, men hesir koyrdu millum 70 og 72 kilometrar um tíman, og tað fáa teir eina bót fyri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2023

16 Leygardagur 08. apríl 2023

Seksmannafarið Herningur til Danmarkar

Róðrarfelagið Knørrur hevur latið nýliga stovnaða Álaborgar Róðrarfelag bátin

(Mynd: Róðrarfelagið Knørrur)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá Norrøna loysti í Havn hóskvøldið, var bláa seksmannafarið Herningur við umborð. Tað skal til Danmarkar, til Aalborg.

Róðrarfelagið Knørrur skrivar á heimasíðuni, at felagið hevur latið nýliga stovnaða Álaborgar Róðrarfelagi bátin.

Stigtakarar til nýggja róðrarfelagið eru Bjarti Guttesen Viderø, Bryndis Maria Jóhannudóttir, Steinar W. á Tórgarði og Vár Petersen. Áhugin hjá føroyingum í Aalborg at rógva er stórur, og longu áðrenn Norrøna loysti, hava tey fleiri ferðir upp í bátin av fólki. Serliga eru tað kvinnurnar, sum halda seg framat.

Báturin skal standa í neystinum hjá Roklubben Ægir á Søsportsvej 4. Tað er eitt satt róðrarumhvørvi, sum føroysku aalborgensararnir sleppa at rokast í, og alt er innansyndis eisini, so tað skuldi verið gott at róð, bæði summar og vetur.

Sambært Róðrarfelagnum Knørri, er ikki greitt enn hvussu báturin fer at eita, men dópur verður fyrsta dagin, ljóðar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2023

17 Leygardagur 08. apríl 2023

Seta spakan í leygardagin

Gongd verður nú sett á arbeiðið at byggja Ovasavn til minnis um Ova Joensen

(Mynd: Ovasavn)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í nógv ár varð arbeitt við einum svimjihyli, men seinastu árini hevur verið arbeitt við einum savni, Ovasavni, til minnis um Ova Joensen, sum róði úr Nólsoy til Keypmannahavnar.

Stuðul er komin úr løgtinginum og úr Tórshavnar kommunu, og leygardagin verður altso spakin sett í.

[object Object](Mynd: Ovasavn)

Eitt stykkið oman móti sjónum miðskeiðis í bygdini er latið av kommununi.

Leygardagin verður nógv gjørt burturúr í bygdini. Sonevndir "stOvetónar" verða frá klokkan 16 til 22. Talan er um 10 tónleikarar, 10 stovur og 20 konsertir runt í bygdini.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2023

18 Leygardagur 08. apríl 2023

Heimsmeistari vitjaði borgarstjóran

Tað er sannilig ikki hvønn dag, at ein heimsmeistari av Tvøroyri vitjar. Sára Maria Johansen gjørdist 26. februar heimsmeistari í innirógving á 2000 metra teininum

Sára Maria Johansen og Kristin Michelsen (Mynd: Tvøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikudagin hevði borgarstjórin í Tvøroyar kommunu forkunnuga vitjan. Forkunnug, tí tað er sanniliga ikki hvønn dag at ein heimsmeistari av Tvøroyri vitjar.

Sára Maria Johansen gjørdist heimsmeistari í innirógving á 2000 metra teininum, hin 26. februar. Eitt ótrúligt avrik í harðari kapping í Kanada, millum heimsins allar bestu innirógvarar.

Sára er tó einki óskrivað blað her á klettunum og tey flestu ið kenna Sáru, eru nokk ikki skelkaði av hesum úrslitinum, tí hon fer altíð 100 prosent inn í tað, ið hon setur sær fyri.

Sára hevur altíð verið virkin í ítrótti í heimbýnum og hetta hava Tvøroyrar Fimleikafelag og ikki minst TB-Flogbóltur, har hon eisini hevur roynt at verið Føroyameistari fleiri ferðir, notið gott av.

Rógvingina royndi Sára á fyrsta sinni sum 12-ára gomul og gjørdist hon fyri fyrstu ferð føroyameistari í rógving, við barnamanningini hjá Firvaldi í 2014. Hetta var ein heilt serliga góð manning, ið við gentum eisini vann FM í 2015, 2016 og 2017. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, var venjari hjá gentunum hesi fyrstu árini og var eisini venjari seinnu árini saman við Kristinu Roest.

Eftir at hava roynt seg sum venjari í rógvingini í nøkur ár, so fór Sára sjálv at rógva aftur um ársskiftið 2020/2021, nú við kvinnumanningini hjá Firvaldi. Tað var her, at Sára uppdagaði at hon eisini skaraði framúr í inniróðri. So mikið væl gekk, at hon í 2021 gjørdist føroyameistari á 2000 metra teininum. Stutt eftir hetta stillaði hon upp í norðurlandameistarakappingini, ið hon eisini vann á 2000 metra teininum. Í 2021 bleiv hon eisini føroyameistari við Firvaldi – kvinnum, so alt í alt, eitt sera gott ár hjá Sáru.

Í januar í ár vann Sára danmarksmeistaraheitið í stafett, saman við liði sínum og gjørdist hon eisini nr. 3 í evropameistarakappingini í inniróðri á 500 metra teininum.

Í dag búleikast Sára í Keypmannahavn og rør við felagnum KVIK, har sera nógv tíð fer við venjing.

Nú tað frættist at Sára var heima og vitjaði, so gjørdi Tvøroyrar kommuna av at royna at “fanga” hana og heiðra henni fyri hennara mongu, stóru avrik innan ítróttin – ikki minst heimsmeistaraheitið. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, helt eina røðu fyri Sáru, ið hevði stoltu familjuna hjá sær við, og handaði henni eina gávu, vegna Tvøroyrar kommunu.

Avrikini hjá Sáru eru við til at geva øðrum ítróttarfólki íblástur og seta heimstaðin á Føroya- og heimskortið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2023

19 Leygardagur 08. apríl 2023

Eitt brak av eini framførslu hjá Reiley í Tel Aviv

Framførslan hjá Reiley á pallinum var í heimsflokki, sigur fyriskiparin av Israel Calling 2023, sum hevur verið um vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Orð & myndir: Jákup Bech Jensen

(Tel Aviv) - Reiley syngur ótrúliga væl og hevur eina framúrskarandi rødd. Framførslan á pallinum er eisini í heimsflokki. Vónandi kann Reiley umboða Føroyar í næsta Eurovision, sigur Tali Eshkoli, sum er stjóri í fyritøkuni Talieshkoli Production, sum hevur skipað fyri Israel Calling 2023. Hon leggur afturat, at hon ynskir at koma til Føroya at uppliva náttúruna og lurta eftir okkara áhugaverdu tónleikarum.

[object Object]Tali Eshkoli

- Reiley er ein dugnaligur sangari. Eg havi hoyrt hann í Pólandi og nú eisini í Ísrael. Breaking my heart er ein góður sangur, men als ikki lættur at syngja live. Tað megnar Reiley tó ómetaliga væl. Hansara timing er so gott sum perfekt. Eg meti, at hann er millum 10 tey bestu í Eurovision 2023, sigur Dominik Rössing, sum arbeiðir við sosialu miðlunum hjá ESCEXTRA, ein stovnur sum marknaðarførir Eurovision.

Um vikuskiftið hevur Reiley luttikið á tónleikaátakinum Israel Calling 2023. Har vóru uml. 2.000 áhoyrarar, og nógv av teimum sungu við, tá ungi føroyingurin trein á pallin. Reiley var sera væl móttikin av áhoyrarunum. Tað vóru sera mong, sum vildu hava mynd við Reiley.

[object Object]

Umframt framførslur frá luttakarum í Eurovision, so vóru eisini nógvar aðrar spennandi framførslur, bæði frá ísraelskum og altjóða stjørnum.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2023

20
Leygardagur 08. apríl 2023

Nýggjur Líðhamar ávegis í føroyska flotan

Ein glastrevjabátur úr Íslandi skal avloysa 76 ára gamla Líðhamar

 
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Sambært íslendsku fjølmiðlinum Aflafréttir, hevur P/F EFHO í Klaksvík, sum eigur frystilínuskipið Jákup B og útróðrarbátin Líðhamar, keypt nýggjan bát fyri 76 ára gamla Líðhamar.

Tað er glastrevjabáturin Særfi SH, úr Íslandi.

Sambært Marinetraffic er hann 14 metrar langur og 4 metrar breiður.

Nýggi Líðhamar er útgjørdur við egningamaskinu, meðan gamli hevur engt uppi á landi og hevur snellast um summarið.

[object Object]

Føroyska Sjómansmissiónin ynskir eigarunum til lukku og Guds signing við nýggja Líðhamri.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2023

21 Leygardagur 08. apríl 2023

Strikurnar tilnevnd Barna- og ungdóms-bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins

Bókin hjá Dániali Hoydal og Anniku Øyrabø, sum Bókadeildin gav út í fjør, er tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn norðurlandaráðsins 2023

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað er júst komið fram, at myndabókin, Strikurnar, sum Bókadeildin gav út í 2022 er tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn norðurlandaráðssins 2023.

Tilsamans 14 norðurlendskar myndabøkur, barnabøkur og ungdómsbøkur eru tilnevndar. Virðislønin verður handað 31. oktober í Oslo. Yvirlit yvir tey tilnevndu sæst her.

Í grundgevingini stendur:

Hvat gert tú, tá strikurnar eru allastaðni, og tú ongan hevur at tosa við?
Myndabókin, Strikurnar, snýr seg um tveir vinmenn, sum fylgjast heim úr skúla. Teimum nýtist ikki at siga so nógv. Teir skilja hvønn annan og vita, at alt er í lagið. Sambandið teirra millum er sjónligt bæði í tekstinum og myndunum. Teir traðka við báðum beinum á strikurnar á vegnum – tær, sum seinni verða til ein trupulleika fyri høvuðspersónin: strikurnar og óttin fyri at traðka á tær.

Óttin fyri strikunum stendst av, at abbin doyr, og drongurin følir seg ikki sum part av sorgini hjá teimum vaksnu. Máttloysið hjá teimum vaksnu í hesi torføru støðuni verður lýst við kontrastum, har tey vaksnu standa sum svartir skuggar við einum teppi av tárum í bakgrundini. Drongurin stendur fremst í myndini í ljósum litum; einsamallur, uttanfyri og stúrin. Tað er nú, hann byrjar at síggja strikurnar – allastaðni – og hann verður meira og meira burtur í tankanum um at gera tað rætta. Strikurnar, sum á fyrstu opnu á ósekan hátt skilja flisarnar á vegnum, verða mitt í bókini lýstar, sum tað ódjórið, man møtir longu á myrku og øgiligu permuni. Drongurin, sum nú bara sæst aftanifrá, er næstan í klónum og í kjaftinum á tí stóra ódjórinum úr strikum.

Drongurin greiðir sjálvur frá tí torføra við at seta orð á sínar tvingsilstankar – hann veit væl, at tankarnir fylla alt ov nógv, men hann er ikki førur fyri at broyta sítt atferðarmynstur. Hann stendur einsamallur við strikunum, og vinmaðurin skilir hann ikki longur. Í hesi støðuni upplivir hann, hvussu tað kennist, tá ein vinur knappliga ikki orkar at fylgjast við sær longur. Hann skilir væl hví, men klárar ikki at gera nakað við tað. Strikurnar hava fingið ræðið á honum. Drongurin er eisini sannførdur um, at mamman ikki fer at skilja hansara tankar, og tí sigur hann teir ikki fyri henni. Men hóast mamman ikki veit, hvat er galið við soninum, skilir hon, sum tann vaksni umsorganarpersónurin, at talan er um eina støðu, har hon má gera nakað. Tey eta vaflur, ganga túr, fanga kombikk og krabbar, og drongurin gloymir alt um strikurnar.
Ígjøgnum menniskjaligt samband og sosiala samveru lærir hann seg at gloyma strikurnar, sum eru allastaðni.

Lesarin er næstan skrivaður út úr tekstinum í tí neyva og ítøkiliga málbrúkinum, sum allíkavæl klárar at hugfanga ein og hvønn lesara og ger Strikurnar til eina tíðarleysa og almenniskjaliga bók, sum setir orð á tørvin hjá menniskjum at megna torføru partarnar av lívinum. Bókin viðger eitt álvarsligt evni, sum hon ikki fer lættliga um, men vísir, at í truplum og vónleysum støðum finnast loysnir og vón. Strikurnar vóru har í byrjanini, og tær eru har enn. Hetta verður lýst á vakran hátt á forsatsinum, sum er tann sami í byrjanini og í endanum: gráligur, myrkur og við strikum, tó við tí muni, at í endanum vaksa vakrar, ljósar blómur upp úr myrku strikunum.

Dánial Hoydal er føroyskur rithøvundur. Hann er útbúgvin cand.mag. í retorikki. Dánial gav sína fyrstu bók út í 2002, myndabókin, Í geyma, sum Hanni Bjartalíð myndprýddi. Annika Øyrabø er føroyskur/danskur sniðgevi og myndprýðari. Hon hevur útbúgving frá The Danish Design School og Hochschule für Angewandte Wissenschaften i Hamburg.

Saman hava Dánial og Annika áður útgivið Abbi og eg og abbi (2021), sum varð tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn norðurlandaráðsins 2022 og vann Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn útnorðurráðssins. Hon er eisini útgivin á donskum við heitinum Bedste og mig og Bedste (2022).

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2023

22 Leygardagur 08. apríl 2023

Havnar Handverksmeistarafelag fingið nýggjan formann

Á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin í farnu viku, skipaði nevndin seg við Torbjørn Hansen sum formanni og Magnus Magnussen sum næstformanni

(Mynd: Industry.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í farnu viku hevði Havnar Handverksmeistarafelag aðalfund.

Fyri vali stóðu nevndarlimirnir Magnus Magnussen, Pauli Hofgaard og Kartin Lenvig, og allir blivu afturvaldir.

Á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin skipaði nevndin í felagnum seg við Torbjørn Hansen sum formanni og Magnus Magnussen sum næstformanni, skrivar Vinnuhúsið.

Í nevndini sita eisini Pauli Hofgaard, Kartin Lenvig og Jón Sigurdsson.

Eisini skuldi nýggjur tiltakslimur veljast. Her bleiv Sjúrður Jacobæus valdur, og eisini er Karstin Vang tiltakslimur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2023

23 Leygardagur 08. apríl 2023

Vann Eurovision í 2011 – sannførdur um, at Reiley vinnur í ár

Eldar Gasimov úr Aserbajan og Reiley hittust í Tel Aviv sunnudagin

 
SkrivaÐ:

Orð & Myndir: Jákup Bech Jensen

(Tel Aviv):
- Reiley vinnur Eurovision Song Contest!

So avgjørdur er Eldar "Ell" Gasimov, sum vann Eurovision kappingina í 2011.

- Eg hoyrdi Reily framføra í Polandi í gjár, og har er nakað heilt serligt við hasum sanginum! Eg havi sungið “Breaking my heart” í allan morgun. Eg dugi ikki allan tekstin, men eg fái ikki lagið úr høvdinum, sigur Ell sum umboðaði Aserbadjan og vann Eurovision Song Contest kappingina í 2011.

Umframt at vinna Eurovision Song Contest kappingina í 2011, so hevur Ell verið dómari í sang kappingini The Voice of Azerbaijan.

Ell var sera glaður fyri at møta Reiley sunnudagin í Tel Aviv til gallaveitsluna í samband við Israel Calling 2023, sum er eitt tiltak, har luttakarar í Eurovision Song Contest kappingini framføra. Reiley var sera væl móttikin í Ísrael, og tíðinda- og myndafólk flokkaðust um hann til gallaveitsluna.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2023

24 Leygardagur 08. apríl 2023

Stórar vónir til boring eftir gassi eystan fyri Føroyar

Franska orkufelagið TotalEnergies hevur sett borin í aftur undirgrundina á Atlantsmótinum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eftir drúgvan steðg í leitivirkseminum á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar hevur franska orkufelagið nú aftur sett borin í undirgrundina. Felagið hevur verið eitt av teimum virknastu í hesum øki, har tað raðfestir gassleiðir framum oljuleiðir. Tað var hetta felagið, sum fyri nøkrum árum síðani sum tað fyrsta setti hol á stóru gassleiðirnar vestan fyri Hetland, Laggan Tormore.

[object Object]Her fleiri av gasskeldunum vestan fyri Hetland

Síðani eru fleiri nýggjar keldur komnar aftrat eitt nú Glenlivet og Edradour og felags fyri alla hesa gassframleiðsluna eystan fyri Føroyar er ein gassleiðing, sum varð løgd frá gasskeldunum til Sullom Voe orkuterminalin í Hetlandi, har ein stór gassverksemiðja tekur ímóti gassinum. Hetta hendi í 2016. 

[object Object]Stóra gassverksmiðjan í Hetlandi, sum tekur ímóti gassinum frá leiðunum eystan fyri Føroyar


Síðani hevur franska felagið gjørt enn eitt stórt gassfund í økinum, Glendronach, sum ætlanin er at útvinna. Men í grannalagnum heldur Total seg síggja uppaftur størri møguleikar fyri at finna gass í stórum nøgdum, og í farnu viku varð sett á at bora á Benriach leitimiðinum við pallinum Transocean Barents. Borað verður til juli ella september. Partnarar í hesi boringini eru eisini Ineos, Rock Rose og Kistos.

[object Object]

Eitt stórt fund á hesi nýggju leiðini kann fáa stóran týdning fyri víðari menningina av øllum hesum stóra gassøkinum eystan fyri Føroyar. Nógvar smærri gasskeldur eru funnar í økinum norðari og vestari nærhendis føroyska markinum. Tað ljóðar, at Total hevur søkt um loyvi í hesum økinum í 33. útbjóðingini, sum enn ikki er endaliga kunngjørd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2023

25 Leygardagur 08. apríl 2023

Oljuprísurin í summar: 110 dollarar

Seinastu dagarnar er oljuprísurin hækkaður nógv til nærum 84 dollarar fyri tunnuna

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Fleiri lond í Opec+ hava sjálvboðin gjørt av at lækka oljuframleiðsluna og er tað orsøkin til, at oljuprísurin brádliga er hækkaður nógv. Hann var mánadagin umleið 84 dollarar.

Rystad Energy heldur, at henda gongdin fer at gera, at prísurin í summar fer at liggja um 110 dollarar fyri tunnuna skrivar E24.

Greinarafyritøkan Rystad heldur, at oljuprísurin fer at hækka enn skjótari enn higartil roknað við. Í morgun var prísurin 4,6 dollarar hægri enn fyri vikuskiftið.

Sagt verður eisini, at stóra hækkingin kann hava við sær bæði hægri inflation og hægri rentu. Rystad heldur, at prísurin fer at halda sær á meira enn 100 dollarum restina av 2023 orsakað av lækking av framleiðsluni í fleiri Opec londum. 

[object Object]

Felagskapurin hevur ikki álit á, at marknaðurin fer at javna seg aftur orsakað av búskaparligu støðuni í heiminum. Frá mai og árið út fara at verða 1,6 mió. tunnur færri á marknaðinum um dagin orsakað av framleiðsluskerjingini hjá Saudi Arabia, Ruslandi og øðrum londum. Tað vísir seg, at hesi bæði londini í alt størri mun eru farin at samstarva á altjóða pallinum. 

Framhaldandi hækkandi oljuprísurin kann koma at raka heimsbúskapin við hægri prísum og størri inflatión. Hetta hendir um somu tíð sum bankar kring heimin royna at skapa meira støðug viðurskifti á pengamarknaðinum. 

Heimurin brúkar umleið 100 mió. tunnur av olju um dagin. Sum skilst hava londini í Opec møguleikar at lækka framleiðsluna uppaftur meira. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2023

26 Leygardagur 08. apríl 2023

Landsløg og list á nýggjum frímerkjum frá Posta

Myndevnini á nýggju frímerkjunum eru Sornfelli, Skálhøvdi og list eftir Arnold Vegghamar. Harumframt eru postgjaldsmerki við bygdarløgum í Suðuroy komin út

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú eru nýggj frímerki komin frá Posta.

Myndevnini á nýggju frímerkjunum eru Sornfelli, Skálhøvdi og list eftir Arnold Vegghamar. Harumframt eru postgjaldsmerki við bygdarløgum í Suðuroy komin út, skrivar Posta í tíðindaskrivi.

60 ár á Sornfelli – Føroyar undir kalda krígnum
Í 1963 kundu føroyingar staðfesta, at Sornfelli hevði fingið tveir løgnar hvítar kuplar á tindin. Eftir trý ára verkarbeiði, stóð radarstøðin í Sornfelli, við almenna heitinum, ”NATO Early Warning Station Site 09,” endiliga liðug. Longri niðri í líðini, í Mjørkadali, varð ein fyrisitingar- og bústaðarbygningur bygdur, sum stóð liðugur í 1964. Støðin í Mjørkadali kallaðist ”Flyvestation Thorshavn” og var knýtt at danska flogvápninum, ið rak radarstøðina í Sornfelli.

Útgávan fevnir um eitt frímerki og eitt smáark. Jákup Brúsá hevur tikið myndirnar.

[object Object]

Skálhøvdi
Sunnarlaga á eystursíðuni á Sandoynni, stingur ein hin mest eyðkendi føroyski nakkurin út í hav. Tað er Skálhøvdi, sum stendur millum bygdirnar báðar, Skálavík fyri norðan og Húsavík sunnanfyri. Skálhøvdi er eyðkennismerkið hjá Skálavíkar bygd. Eitt stórsligið natúr- og jarðfrøðisøki, hvørs stórbæri sæst best av sjónum. Avgjørt vert at vitja, um man er so heppin at vera har um leiðir ein vakran dag.

Pól Sundskarð hevur tikið myndirnar.

[object Object]

Litmeistarin Arnold Vegghamar
Myndlistamaðurin Arnold Vegghamar er bæði í stíli og myndevni so egin, at áskoðarin sjáldan er í iva um hvør er upphavsmaður til hansara myndir. Vit kenna stílin aftur í hesum litríku myndum, har listamaðurin sameinir tað klassiska føroyska landslagsmyndevnið við sítt heilt egna serliga sjónarmið. Frímerkini vísa listaverkini Skýming, 1993, og Bygd, 2007.

Vakrar plakatir av hesum báðum listaverkum fáast eisini til keyps.

[object Object]

Postgjaldsmerki 2023: Bygdarløg í Suðuroy
Postgjaldsmerkini mynda Froðba, Trongisvág, Hov og Tvøroyri. Janus Dam Guttesen teknaði.

[object Object]

Meira kann lesast um frímerkini á www.stamps.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2023

27 Leygardagur 08. apríl 2023

Sjálvstýri kann stilla uppaftur

Flokkurin hevur fingið væl fleiri undirskriftir enn tær 800, sum skulu til fyri, at flokkurin, sum ikki kom inn á ting á seinasta løgtingsvali, kann stilla uppaftur

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á seinasta løgtingsvali 8. desember í fjør varð Sjálvstýri ikki valdur á ting, og skal flokkurin stilla uppaftur er neyðugt við 800 undirskriftum, og tær hevur flokkurin nú fingið.

Á landsfundinum hjá Sjálvstýri seinasta mikukvøld, kundi Sámal Petur í Grund, formaður, boða frá, at stór undirtøka er fyri at endurreisa Sjálvstýri. Flokkurin hevur nevniliga fingið yvir 1000 undirskriftir higartil, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.

Beint eftir løgtingsvalið gjørdi leiðslan í Sjálvstýri av, at tað beinanvegin skuldi farast undir at endurreisa flokkin, og nú er komið so langt, at klárt er at senda kommunum undirskriftirnar til góðkenningar hjá kommununum, soleiðis at boðast kann landsstýrismanninum frá endurstovnanini av flokkinum, skrivar Sjálvstýri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2023

28 Leygardagur 08. apríl 2023

Ákærdur Trump noktar seg sekan í 34 ákærum

Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump hevur í kvøld noktað fyri at verða sekur í 34 ákærum fyri lógarbrot

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Týskvøldið hendi tað so, at ein fyrrverandi forseti fyri fyrstu ferð í amerikanskari søgu varð ákærdur fyri lógarbrot. Tað hendi í rættarhølunum í Manhattan í New York.

[object Object]

Donald Trump segði seg vera ósekan í øllum teimum 34 ákærunum, sum ákærin Alvin Bragg hevur sett fram móti honum. Vit fara komandi tíðina at hoyra meira til sakarmáiið, sum ikki bert amerikanska tjóðin fylgir við í men allur heimurin. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2023

29 Leygardagur 08. apríl 2023

Íbúgvar í París atkvøða fyri at banna leigu av elrennihjólum

Sunnudagin var fólkaatkvøða í franska høvuðsstaðnum, men færri enn átta prosent av teimum, sum høvdu valrætt, luttóku

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnudagin var fólkaatkvøða í franska høvuðsstaðnum París um, hvørt tað framvegis skuldi vera loyvt at leiga elrennihjól í býnum ella ikki, og ein stórur meiriluti av atkvøðunum vóru fyri at banna leigu av elrennihjólunum.

Av teimum 1,38 milliónunum, sum høvdu valrætt luttóku bert góð 103.000 fólk á fólkaatkvøðuni – færri enn átta prosent – men nærum 90 prosent av teimum atkvøddu fyri banninum, skrivar BBC.

Tað eru deildar meiningar um málið. Tey, ið ynskja at banna elrennihjólini, vísa á, at fólk brúka tey á gongubreytunum, hóast hetta ikki er loyvt, eru sera óumhugsin, tá tey seta tey frá sær eftir brúk, umframt at tey hava elvt til fleiri óhapp og vanlukkur í ferðsluni.

Onnur halda hinvegin, at elrennihjólini eru eitt frálíkt og umhvørvisvinarligt alternativ til bilar og almennu flutningsmøguleikarnar.

Úrslitið av fólkaatkvøðuni merkir tó ikki, at elrennihjól yvirhøvur ikki verða loyvd í býnum. Fólkaatkvøðan snúði seg bert um leigu av elrennihjólum og ikki um elrennihjól, sum eru ogn hjá privatfólki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2023

30 Leygardagur 08. apríl 2023

Trump: - Mín einasta brotsgerð er, at eg havi vart tjóðina

Hetta segði fyrrverandi forsetin, tá hann eftir fyrsta rættarfundin í New York, helt røðu fyri sínum viðhaldsfólkum í Mar-a-Lago í Florida týskvøldið

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað hendi stutt eftir, at ein dómstólur hevði ákært Trump í einum revsimáli  í Manhattan og hevði almannakunngjørt 34 ákærupunkt móti Donald Trump. Hann noktar seg sekan í øllum. Trump segði, at talan er um eina heksajagstran av sær. 

Ákærurnar snúgva seg allar um falsan av skjølum m.a. um útgjalding av pengum til tvær kvinnur og ein mann í Trump Tower fyri at tiga um ávísar hendingar.  Tað skal hann hava gjørt beint undan valinum í 2016 av ótta fyri, at hesi tíðindini kundu skaða hansara valstríð. Hópurin av skjølum eru prógv um val- og skjalfalsan og verða hesi umframt avhoyringar partur av sakarmálinum. 

[object Object]

Trump nýtti røðuna í Florida til at leggja eftir demokratunum, sum hann segði høvdu eittans endamál, nevniliga við at misbrúka lógina til at fáa hann dømdan fyri harvið at skaða hansara valstríð. Hann fanst harðliga at Biden forseta og at ákæraranum eins og dómaranum og konu hansara. Hann brúkti eisini høvi til at reka valstríð og segði, at heimurin nærkast einum kjarnorkukríggi, at USA við verandi stýri var ávegis móti Helviti. -Tá demokratarnir ikki kunnu vinna á okkum við valborðið, tá brúka teir lógina til tess segði Donald Trump undan lógvabrestum frá stuðul og fleiri republikanskum politikarum, sum hava valt at stuðla Trump, nú hann er vorðin ákærdur. 

[object Object]

Stóri spurningurin er nú, nær málið kemur fyri í rættinum. Ákærin vil hava fyrsta rættarfundin í januar, meðan verjarnir hjá Trump halda várið er meira hóskandi. Helst eisini tí, at tað hava republikanarar valt sítt forsetavalevni. 

USA er í tvíningum. Og hóast alt gekk friðaliga fyri seg í Manhattan í gjár, so er amerikanska løgreglan á hægsta varðhaldi.

[object Object]

Tað verður ikki roknað við, at hetta málið fer at fáa nakra álvarsliga avleiðing fyri Trump tvs. at hann fær neyvan nakran fongsulsdóm fyri hesi lógarbrotini. Tá verður heldur talan um bøtur. Og tað merkir, at hann kann halda fram við sínum valstríði til at gerast  forsetavalevni hjá republikanska flokkinum. 

Flestu eygleiðarar halda tó ikki, at hetta ákærumálið er tað, sum fer at rína við Trump. Tá er tað meira spurningurin um trý onnur mál, har Trump verður kannaður í løtuni. Eitt er álopið á Kongressina, eitt annað er royndin hjá Trump at fáa valovastan í statinum Georgia at finna umleið 13.000 atkvøður, sum var nóg mikið til vinna honum valið í statinum, og eitt triðja eru loyniligu skjølini, sum Trump eftir øllum at døma ólógliga tók við sær til Mar-o-Lago í Florida eftir at hava tapt forsetavalið. 

Hesi trý málini, sum øll hava verið kannað í eina rúma tíð av m.a. løgmálaráðnum, kunnu tá og um tey enda við revsiverdum ákærum móti Donald Trump, koma at spenna bein fyri hansara politisku framtíð og entá fáa hann í fongsul.

Nú um dagarnar ljóðaði, at ákæri í Georgia er við at leggja eina seinastu hond á ákæru móti fyrrverandi forsetanum. Flest øll minnast bandaðu samrøðuna, sum Trump hevði við valovasta í statinum, tá hann bað hann finna  tær atkvøðurnar, sum manglaði í fyri at vinna valið. Tann samrøðan fór sum melduródn kring allan heimin. 

Hóast tað tekur drúgva tíð frá tí at ákæra er reist, til sakarmál koma fyri, verður mett, at ákærur í hesum trimum málunum kunnu hava so stóran samfelagsligan týdning, at tær kunnu koma fyri væl undan einum forsetavalstríði í 2024. Álvarin í hesum málunum kann als ikki sammetast við málið um at  fjala útgjøld til kvinnur undan einum vali. 

[object Object]Alvin Bragg, almenni ákærin í New York

[object Object]

Eygleiðarar eru ójavnir á máli um, hvørjar avleiðingar ákæran móti Trump fer at fáa fyri møguleikar hansara at stilla upp til og vinna komandi forsetaval í USA í 2024.

Tað eru teir, sum halda, at málið bara kann styrkja hansara møguleikar í hvussu er fram til seinasta valfundin í republikanska flokkinum, tá forsetavalevnið skal veljast.

Men um henda gongdin til frama fyri Trump fer at halda fram til sjálvt endaliga valdystin er meira óvist, tí Trump fer neyvan at fáa meirilutan  av amerikonsku veljarunum at geva sær sína atkvøðu, hóast ákærur móti honum í fyrstu atløgu kunnu styrkja hansara støðu - í hvussu er millum hansara egnu.  

Og hendir tað, at nýggjar og meira álvarsligar ákærur í næstu framtíð verða reistar móti honum í umrøddu trimum málunum, tá kann støða hansara gerast uppaftur meira torfør.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2023

31 Leygardagur 08. apríl 2023

Bert ein triðingur av veljarunum vilja hava Biden afturvaldan

Yvir helvtin av demokratisku veljarunum vilja hava eitt annað valevni enn Joe Biden, vísir kanning, sum er gjørd fyri CNN

Joe Biden forseti er 80 ár og elsti forseti, sum nakrantíð hevur sitið í Hvítu Húsunum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Bert ein triðingur av amerikansku veljarunum halda at Joe Biden forseti skal hava enn eitt valskeið í Hvítu Húsunum. Meginparturin av demokratisku veljarunum vilja nevniliga heldur hava onkran annan at umboða seg á valinum næsta ár.

Tað vísir ein kanning, sum SSRS hevur gjørt fyri CNN.

Meginparturin av kanningini er gjørd í mars, áðrenn Donald Trump varð ákærdur.

Sambært kanningini eru 42 prosent av veljarunum nøgd við sitandi forsetan, meðan 57 prosent eru ónøgd. Men tað eru ikki øll, sum siga seg vera nøgd við forsetan, sum eisini halda, at hann hevur uppiborið fýra ár afturat. Bert 32 prosent siga, at hann átti at verið afturvaldur.

Yvir helvtin av veljarunum hjá demokratunum – 54 prosent – siga, at tey vilja hava onkran annan enn Biden at umboða demokratarnar á valinum næsta ár, meðan 44 prosent siga, at tey ynskja Biden sum valevni.

Enn hevur Joe Biden ikki alment boðað frá, at hann fer at stilla uppaftur, men higartil hava tveir aðrir demokratar bjóðað seg fram – Robert F. Kennedy, yngri, og Marianne Williamson.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2023

32 Leygardagur 08. apríl 2023

Enn ein republikanari stillar upp til amerikanska forsetavalið

Asa Hutchinson, fyrrverandi guvernørur í Arkansas, hevur verið sera atfinningarsamur móti fyrrverandi forsetanum, Donald Trump

Asa Hutchinson (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Enn ein republikanari hevur bjóðað seg fram til forsetavalið í 2024.

Talan er um Asa Hutchinson, fyrrverandi guvernørur í statinum Arkansas.

Hutchinson sigur, sambært tíðindastovuni AP, at hann bjóðar seg fram fyri republikanarar, sum eru til reiðar at flyta flokkin frá Donald Trump, fyrrverandi forsetanum, sum eisini stillar upp.

– Eg eri sannførdur um, at fólkið vil hava leiðarar, sum venda sær til tað besta í USA og ikki bara venda sær til til tað ringasta í okkum, sigur hann.

Hutchinson, ið er 72 ára gamal, fór frá sum guvernørur í januar aftaná átta ár. Hann hevur verið sera atfinningarsamur móti Trump seinastu mánaðirnar, og sambært honum hevði tað verið sera ringt fyri republikanska flokkin, um Trump aftur gjørdist teirra valevni. Tað hevði verið ein fyrimunur fyri Joe Biden í 2024, heldur hann.

Hutchinson gerst triðja valevnið, sum bjóðar Trump av í republikanska valstríðnum. Hini bæði eru fyrrverandi ST-sendikvinnan Nikki Haley og vinnulívsmaðurin Vivek Ramaswamy.

Ron DeSantis, guvernørur í Florida, væntasta at boða frá sínari uppstilling í summar, og fyrrverandi uttanríkismálaráðharrin, Mike Pompeo og Tim Scott, senatorur, umhugsa eisini at stilla upp, skrivar AP.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2023

33 Leygardagur 08. apríl 2023

Mentanarnáttin verður 2. juni

Freistin at lata tilfar til skránna er týsdagin 9. mai, sigur Visit Tórshavn

(Mynd: Visit Tórshavn)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í ár verður Mentanarnáttin í høvuðsstaðnum fríggjakvøldið 2. juni. Tað boðar Visit Tórshavn frá í tíðindaskrivi.

Tað er dagurin tá stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið.

Livandi tónleikurin sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Mest sum allastaðni í býnum er tónleikur at hoyra.

Skráin til Mentanarnáttina plagar at vera drúgv og fjølbroytt, og tey, sum hava okkurt tiltak kunnu seta seg í samband við Visit Tórshavn. Freistin at lata tilfar til skránna er týsdagin 9. mai.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2023

34 Leygardagur 08. apríl 2023

Lampard tekur yvir aftur í Chelsea

Tað verður sum fyribils venjari restina av kappingarárinum. Størsta uppgávan hjá fyrrverandi stórpælaranum í felagnum verður í Champions League, har Real Madrid bíðar

Frank Lampard var høvuðsvenjari í Chelsea frá juni 2019 til januar 2021. Áðrenn tað gjørdi hann vart við seg sum spælari í felagnum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sunnudagin segði Chelsean enn ein venjara upp. Onglendingurin Graham Potter fann ongantíð fótafesti í stóra London-felagnum, eftir at Chelsea keypti hann leysan úr Brighton í heyst.

Tá hevði Chelsea, stutt eftir eigaraskifti, sagt týskaran Thomas Tuchel úr starvi. Venjarin sum var áðrenn; tað var Frank Lampard. Hann varð uppagdur í januar 2021 eftir eitt og eitt hálvt ár í heita stólinum á Stamford Bridge. Nú er Lampard aftur í felagnum, ið hann gjørdi so nógv fyri um spælari.

Hann sást á áskoðaraplássinum til dystin móti Liverpool týskvøldið, tá Chelsea - enn einaferð - spældi javnleik. Í gjárkvøldið skrivaðu millum annað Fabrizio Romano og Sky Sports, at Chelsea ætlaði at seta Frank Lampard sum fyribils venjara. Síðsta starvið hjá honum var í Everton, har venjarin í januar, eftir beint undir eitt ár í sessinum, varð sagdur úr starvi.

Sambært Sky Sports hevur 44-ára gamli lokali venjarin ábyrgd av venjingini í dag og av dystinum á útivølli móti Wolves leygardagin.

Chelsea hevur tíggju dystir eftir í Premier League og er á 11. plássi við 39 stigum. Tað er ósannlíkt, at liðið røkkir Champions League-plássi, men í júst Champions League er Chelsea í fjórðingfinaluni. Týsdagin, 12. apríl, skal liðið við Lampard á odda til Madrid. Tað er tann fyrra fjórðingsfinalan móti Real Madrid.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2023

35 Leygardagur 08. apríl 2023

Skála Ítróttarfelag fingið nýggja nevnd

Nevndin hevur skipað seg við Jóannes A. Prestá sum formanni – Hann avloysir Inga Hansen, sum hevur verið formaður síðan 2020

Frá vinstru: Sveinur Ellefsen, Jógvan Andersen, Steingrím Jacobsen, Rókur V. Nilssen, Petur Anker Poulsen og Jóannes A. Prestá (Mynd: skalaif.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

30. mars var eykaðalfundur hjá Skála Ítróttarfelag, og í hesum sambandi skuldi nýggj starvsnevnd mannast.

Í starvsnevndini sita í minsta lagi fýra og í mesta lagið seks limir, og eftir eykaaðalfundin kundi staðfestast, at nýggj starvsnevnd kundi mannast við seks limum, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Nýggja starvsnevndin hevur nú skipað seg soleiðis: Jóannes A. Prestá, formaður; Jógvan Andersen, næstformaður; Rókur V. Nilssen, kassameistari; Steingrím Jacobsen, skrivari; Petur Anker Poulsen, nevndarlimur; og Sveinur Ellefsen, nevndarlimur.

Harnæst hevur nevndin skipað seg við fylgjandi umsjónarøkjum:

Umboðan og fyrisiting: Jóannes A. Prestá
Fíggjarviðurskifti: Rókur V. Nilssen
Samskifti: Jógvan Andersen
Stuðlar og tiltøk: Steingrím Jacobsen
Fótbóltur ung: Sveinur Ellefsen
Fótbóltur vaksin: Petur Anker Poulsen

Á eykaaðalfundinum fekk starvsnevndin heimild at mannað eina ungdómsnevnd, ið nú er mannað av Drós Ellingsgaard, Jónu Eivindsdóttir Zachariasen, og Poulu Dulavík Berg.

Ungdómsnevndin skipar seg í næstum við formanni, næstformanni og skrivara. Ungdómsnevndin skal í samráð við starvsnevndina skipa og tilrættisleggja ungdómsarbeiði felagsins.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2023

36 Leygardagur 08. apríl 2023

Dart: Sviar vunnu Faroe Islands Open

Sunnudagin vórðu seinastu pílarnir kastaðir í altjóða kappingunum á Glasi

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin vórðu seinastu pílarnir kastaðir í altjóða kappingunum, sum hava verið á Glasi um vikuskiftið. Hesaferð var talan um kappingina Faroe Islands Open.

Hjá monnum vóru 69 luttakarar, sum umframt Føroyar komu úr sjey ymiskum londum. Hjá kvinnum vóru 19 luttakarar, sjey úr føroyum og restin úr hinum norðurlondunum.

Kvinnur
Fýra av føroysku kvinnunum komu víðari úr bólkaspælinum, men tað var bara Beinta Joensen, sum fann tað góða spælið fram í cup-dystunum.

Longu í fyrsta cup-dystinum møtti Beinta Maud Jansson, sum vann kappingina leygardagin. Men hesaferð gjørdi Beinta veruliga um seg. Eftir fyrstu fýra settini var støðan 2-2 og Beinta hevði higartil nokk spælt sín lívs dyst við fleiri køstum yvir 100 og góðum lukkingum.

So mikið stórur spenningur var nú, at flestu av hinum svensku leikarunum komu yvir at hyggja og stuðla sínum topp-spælara, sum veruliga var undir trýsti. Beinta byrjaði eisini væl í 5. setti, men so var líkasum at gassið fór úr ballónini hjá Beintu, og nú var tað Maud, sum hevði góðu niðurspølini og lukkingarnar, so Beinta ongantíð fekk møguleikan at lukka seinastu settini og tapti sostatt 4-2, hóast sensatiónin lúrdi eina løtu. Maud Jansson kom allan vegin í finaluna, men tapti har greitt móti Annu Forsmark, sum eisini vann Faroe Islands Open í 2022.

[object Object]

Menn
Hjá monnum byrjaði dagurin væl, sæð við føroyskum brillum, tí føroyskir leikarar endaðu fremstir í sjey av teimum 16 bólkunum. Hetta gav vónir um, at føroyskir leikarar eisini megnaðu at koma langt í kappingini.

Serliga Marjus Hansen gjørdi um seg í bólkaspælinum. Hann var í bólki við trimum sterkum útlendskum leikarum, men megnaði at vinna allar dystirnar.

Nógvir føroyingar komu eisini víðari frá fyrsta cup-umfarinum, men hetta var í allarflestu førum, av tí at tveir føroyingar møttust. Tá komið var til áttandaparts-finalunar vóru fimm føroyskir leikarar eftir. Her var tað tó einans Bogi Isaksen og Marjus Hansen, sum megnaðu at vinna og komu sostatt víðari til fjórðingsfinalurnar.

Jóanes Árting tapti móti Boga Isaksen, Jóan Jakku Joensen tapti 2-4, hóast hann var á odda 2-1 og Jan McIntosh tapti 0-4. Jan hevði eitt miðaltal uppá næstan 84, men mótstøðumaðurin Edwin Thorbjørnsson var uppaftur betri, og endaði dystin við 97 í miðal, eisini var tað hægsta í kappingini.

Nú var spenningur, um Bogi ella Marjus eisini megnaðu at koma í hálvfinaluna, eftirsum hetta ikki eydnaðist nøkrum føroyskum leikara leygardagin. Marjus rendi seg í Edwin Thorbjørnsson, sum nú ikki spældi líka væl. Marjus hevði møguleika at lukka tvey av settunum, men tók ikki av og tapti 0-4. Bogi møtti Bjørn Lejon, sum hevði vunnið kappingina dagin fyri. Bogi hevði møguleikar at lukka tvey tey fyrstu settini, men tók ikki av, og so vann Bjørn Lejon 4-0.

Edwin Thorbjørnsson helt annars fram við sannførandi spæli í hálvfinaluni og finaluni og vann kappingina uttan at tapa eitt einasta sett í cup-dystunum.

[object Object]

Úrslit Faroe Islands Open einmansleikur kvinnur
1. Anna Forsmark, Svøríki
2. Maud Jansson, Svøríki
3. Brynja H. Jónsdóttir, Ísland
3. Anja Springborg Larsen, Danmark
Hægst útgang: Maud Jansson, Svøríki 118
Fæst pílar: Maud Jansson, Svøríki 14

Úrslit Faroe Islands Open einmansleikur menn
1. Edwin Thorbjørnsson, Svøríki
2. John Scott, Ongland
3. Bjørn Lejon, Svøríki
3. Niels-Jørgen Hansen, Danmark
Hægst útgang: Brian Løkken, Danmark & John Scott, Ongland 170
Fæst pílar: Tony Hübner, Týskland & John Scott, Ongland 12

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2023

37 Leygardagur 08. apríl 2023

Stór afturgongd í mun til fyrra dystin

Hesaferð endaði tað við javnleiki millum A-landsliðini hjá Føroyum og Finnlandi. Føroyska liðið var á odda við trimum í steðginum og í løtum í seinna hálvleiki, men brendi samanlagt ov nógv skot

Tað var eitt nógv størri stríð móti Finnlandi í dag. Føroyska lið fekk ikki sítt spæl at koyra í stórum pørtum av dystinum (Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Annan dagin á rað spældu føroysku kvinnurnar venjingardystinum móti Finnlandi. Hesuferð var talan um ein heilt øðrvísi dyst. Sum Hondbóltssambandið skrivar, var talan var um eitt lakari avrik í mun til fyrra dystin og gjørdist úrslitið 24-24 - týsdagin vunnu Føroyar 35-25.

- Føroyska liðið byrjaði dystin sera illa við at brenna fyrstu 5 málkjansirnar. Tað gingu sjey minuttir áðrenn okkara funnu netmeskarnar, og var tað uppá brotskast.

Føroyska liðið fekk tó tamarhald á dystinum, sum hálvleikurin leið og var á odda við trimum málum í steðginum. Fleiri ferðir í seinna hálvleiki høvdu okkara eina slíka leiðslu, hóast Finnland var komið uppá javnt eftir nakrar minuttir í seinna háleiki. Føroyar tyktust nakrar ferðir at vera á veg at sníkja seg avstað, men sum hsf.fo skrivar, so vóru tað ov nógvir brendir kjansir og tekniskar villur, sum sníktu seg uppí føroyska spæli. 

Finnland át seg nærri, og tað var heilt javnt seinastu minuttirnar. Føroyar áttu seinasta álopið og kundu havt avgjørt dystin til okkara fyrimun, men skotið varð brent. Hetta var heldur góð mynd uppá dystin, tí Føroyar høvdu fyri tað fyrsta tað væl truplari við at koma til upplagdar møguleikar enn í gjár, og so hevði finski málverjin eisni nógv betri tak á skotunum.

Serliga var tað vengurnir hjá Føroyum, ið høvdu trupult við at skora uppá góðar støður, men ein nógv meira ágangandi og samanhangandi finsk verja gjørdi tað sum heilt trupult at fáa flótandi spæl og eisini opin skot mitt fyri. Til dømis skoraðu Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen bert trý mál samanlagt - Súna fekk átta sjálv í gjár. Týðiligt var, at Finnland hevði fyrireika seg væl til at tálma kviku føroysku spælarunum og ein hægri verja og betri uppbakningur fekk gjørt tað, at 1v1 og 2v.2 -spælið hjá Føroyum gjørdist minni effektivt.

[object Object]

Maria Pálsdóttir Nólsoy fekk eitt slag av A-landsliðsgjøgnumbroti við tíggju málum og sannførandi spæli (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Stóra ljóspunktið í álopspartinum var 18-ára gamla Maria Pálsdóttir Nólsoy. Gamaní komu 80 prosent av hennara tíggju málum við brotskøstum, men tey vóru eisini ógvuliga trygg. Málverjin hjá Finnlandi bjargaði bert tí seinasta frá Mariu. Hon tók ábyrgd og var vald sum besti føroyski leikari í dag. Maria gjørdi 10 mál í dag og vann nøkur av brotskøstunum sjálv. Verjuspælið hjá Finnlandi hevði sín prís, og Jana og Súna vunnu eisini fleri brotskøst í gjøgnumbrotsroyndum.

Sum heild stóð føroyski verjuparturin seg eins væl sum í gjár, sum talið av málum ímóti eisini vísir. Hóast heldur keðiliga úrslitið móti lægra styrkismetta liðnum, so eru nógv ting, ið kunnu takast við frá hesum tiltrongdu venjingardystunum.

- Føroysku kvinnurnar hava við hesum spælt tveir gevandi dystir móti Finnlandi, sum liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum byrjar í oktober. Landsliðsvenjararnir fingu roynt unga liðið í fleiri ymsum uppstillingum og komu allir leikarir í spæl. Flestu leikararnir komu á máltalvuna, verjan var góð í fleiri tíðarskeiðum og staðfestast má, at Føroyar í løtuni hava tveir góðar málverjar at velja í, skrivar hsf.fo.


Føroyska liðið skal spæla aftur í oktober, tá EM-undankappingardystir eru á skrá. Lutakastið til hetta hevur ikki verið enn - ein fastur høvuðsvenjari verður helst settur skjótt.

Finnland - Føroyar (Seinni venjingardystur) 24-24 (10-13)

Mikudagin 5. apríl

Dystargongdin:
05 min. 2-0
10 min. 4-2
15 min. 5-4
20 min. 7-9
25 min. 9-10
30 min. 10-13
35 min. 12-16
40 min. 17-19
45 min. 18-21
50 min. 20-22
55 min. 21-22
60 min. 24-24

Føroysku málini:
Maria Páldóttir Nólsoy 10 (8)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Súna Krossteig Hansen 2 (1)
Rannvá Olsen 2
Pernille Brandenborg 2
Vár Zachariasen 2
Jana Mittún 1
Guðrið á Borg 1
Natasja Hammer 1

Bjargingar:
Rakul Wardum 12
Annika Fríðheim Petersen 2


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2023

38 Leygardagur 08. apríl 2023

Ein endurtøka av steypafinaluni í fjør bíðar møguliga

KÍ og 07 Vestur skulu spæla í innleiðandi umfari móti liðum úr 1. deild hjá kvinnum. Vinnur KÍ har, so bíðar HB á útivølli í fjórðingsfinaluni. Spennandi dystir eru á skránni í tí umfarinum, sum verður 7. mai

KÍ fekk fatur á steypinum í oktober í fjør við 2-1 sigri á HB í finaluni (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mánakvøldið var lutakast um, hvussu spælast skal í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, umframt í innleiðandi og í 1. umfari í steypakappingini hjá kvinnum. Lutakastið var beinleiðis í Televarpinum, sum nú hevur rættindi at vísa steypakappingarnar.

Eftir lutakastið til 1. umfar (áttandapartsfinalurnar) hjá monnum var greitt, at tveir stórdystir vera: 

Fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2023 - áttandapartsfinalur
22. og 23. apríl - møguliga 21. apríl eisini

Víkingur - HB 
FC Hoyvík - EB/Streymur
ÍF - 07 Vestur
AB - FC Suðuroy
B36 - KÍ
Skála - B71
TB - B68
NSÍ - MB

[object Object]Víkingur vann finaluna um Løgmanssteypið á KÍ í fjør. HB er uppgávan hjá steypavinnarunum seinni í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)

Hjá kvinnum háttaði lutakastið seg soleiðis, at KÍ og 07 Vestur eru tey bæði Betrideildarliðini í innleiðandi umfarinum. Tey skulu møta ávíkavist ÍF og FC Hoyvík úr 1. deild

Innleiðandi umfari í steypakappingini hjá kvinnum
Flaggdagin, týsdagin 25. apríl

FC Hoyvík – 07 Vestur
KÍ - ÍF

Síðani gjørdist greitt, at um KÍ sum væntað vinnur, verður talan um endurtøku av steypafinaluni frá í fjør í fjórðingsfinalunum: HB hevur 7. mai heimavølli móti vinnarunum av KÍ - ÍF.

Tá tekur EBS/Skála móti B36, og suðuroyarliðið skal spælar í Sarpugerði. NSÍ skal helst til Sørvágs.

Fjórðingsfinalurnar
Sunnudagin 7. mai

HB – KÍ/ÍF
EBS/Skála – B36
FC Hoyvík/07 Vestur – NSÍ
Víkingur – TB/FCS/Royn

Kelda: fsf.fo og Televarpið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2023

39 Leygardagur 08. apríl 2023

Patrik gjørdist avgerandi í íslendska stórsteypadystinum

Landsliðsáleyparin skoraði eitt mál og legði upp til hini bæði hjá Breiðablik, sum basti komandi felagnum hjá Gunnari Vatnhamar 3-2. Klæmint Olsen sat á bonkinum allan dystin

Ein fegin Patrik Johannesen (nr. 21) eftir sigurin á Turkalandi í september. Higartil hevur tíð hansara í íslendskum fótbólti verið góð (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Íslendska kappingin fer av álvara av gongd á páskum, og í týskvøldið var stórsteypadysturin, ið er eitt slag av startskotið til kappingina, spældur í Kópavági.

Tað er har, at Breiðablik hevur heimstað. Hetta er skamt frá Reykjavík, har Víkingur er frá. Breiðablik gjørdist íslendskur meistari í fjør, og hevur síðani keypt Patrik Johannesen leysan úr Keflavík og leigað Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ.

Víkingur gjørdist íslendskur meistari í 2021 og vann steypakappingina í fjør. Stutt áðrenn dystarbyrjan kunngjørdi felagið úr felagið Reykjavík at semja er gjørd við føroysa Víking um Gunnar Vatnhamar: Íslendsku steypavinnararnir keypa landsliðsmiðverjan frá føroysku steypavinnarunum 

Álopskeypið hjá Breiðablik vísti seg væl fram í stórsteypadystinum í gjár. Í 14. minutti legði Patrik Johannesen upp til leiðslumálið hjá meistarunum - talan var um gott upplegg skrivar mbl.is. Tíggju minuttir fyri steðgin økti 27-ára gamli tvøramaðurin sjálvur. Sambært Morgunblaðnum var Breiðablik greitt omaná í 1. hálvleiki.

Í 77. minutti minkaði Vìkingur um munin við brotssparki, men fýra minuttir seinni varð Patrik Johannesen feldur, og so økti liðfelagi til 3-1. Patrik varð síðani útskiftur, og í yvirtíðini skoraði Nikolaj Hansen til 3-2, ið gjørdist endaliga úrslitið.

[object Object]
Teir hjá Breiðablik kundu fegnast um at fáa enn eitt steyp í hús (Mynd: mbl.is)

Harvið er Breiðablik "meist­ar­ar meist­ar­anna" í Íslandi í 2023. Hetta eigur Patrik Johannesen ein stóran heiður fyri. Hann spælir sín fyrsta landskappingardyst á heimavølli móti Kópavági annan páskadag. Spurningurin er so, um Klæmint Andrasson Olsen verður á vøllinum tá. Føroyski metmálskjúttin sat á bonkinum allan dystin týskvøldið.

Steypavinnararnir byrja á útivølli móti Stjarnuni. Hetta er eisini mánakvøldið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2023

40 Leygardagur 08. apríl 2023

StÍF spældi seg í fjórðingsfinaluna

VB royndi at venda tí seinastu løtuna, men tað bleiv eitt gott kvøld í Vági hjá teimum av Skálafjørðinum. Tvey-máls sigurin ger, at StÍF skal spæla FM-fjórðingsfinalu móti Neistanum um tíggju dagar

Emmy Ingibjørg Kass skoraði týdningarmikil mál móti endanum - nakrar yngri og serliga ein heilt roynd hjá StÍF gjørdu eisini veruligan mun í sigrinum í Vági (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðsti dysturin í grundspælinum í SMS-deildini var á skránni mikukvøldið. VB tók ímóti StÍF - talan var um avgerandi dyst, tí liðið sum dró longsta stráðið fór avstað við seinasta fjórðingsfinaluplássinum.

Útiliðið skuldi vinna og var eisini greitt omaná fyrra partin av fyrra hálvleiki: Tá hálvrunnið var, var munurin fimm mál. VB kom betur við, sum hálvleikurin leið. Í steðginum vóru tvey mál á muni, og heimaliðið hekk í restina av vegnum.

Tá tíggju minuttir restaðu í, var støðan 23-24. StÍF tók leikbrá og skoraði síðani trý mál á rað - Emmy Ingibjørg Kass skoraði tvey teirra og toppskjúttin Rebekka Justinussen hitt. Annars vóru tað fleiri heilt ungar, sum stóðu seg væl hjá StÍF: Eyðbjørg Kallsberg, Marita Magnadóttir og Maria Mrdalo skoraðu samanlagt 14 mál í lyklasigrinum.

[object Object]
StÍF vann gysaran í Vági og tryggjaði sær í minsta lagi ein dyst í endaspælinum (Mynd: StÍF)

Fýra mál á muni og fýra og ein hálvur minuttir eftir. Heimaliðið gav tók ikki upp.  VB skuldi "bert" fáa javnleik og skoraði tvey mál á rað - sjálvt um dómaraseðilin sigur, at talan var um trý mál. StÍF helt tó høvdið kalt og vann sær rættin at spæla fjórðingsfinalu. Tað eru úrslitini í innanhýsis dystunum móti júst VB (tveir sigrar og ein javnleikur), ið gjørdust avgerandi.

At StÍF av álvara fær bjóða Neistan av í fjórðingsfinaluni um tíggju dagar, er ósannlíkt. Tó merkir tað helst nógv fyri felagið av vestara armi á Skálafjørðinum, at liðið er við millum tey síðstu, og alt kann henda í hesum einstøku uppgerðunum. Stjørnan og VÍF hittast í hinari fjórðingsfinaluni. kappingarárið hjá VB og EB er av.

SMS-deildin, síðsta umfar
Mikudagin 5. apríl

VB - StÍF 25-27 (14-16)

Toppskjúttar: 
VB: Bára Krosslá Mortensen 9 mál og Erna Pajić 8 mál
StÍF: Rebekka Justinussen 6 mál, Eyðbjørg Kallsberg og Marita Magnadóttir 5 mál

Fjórðingsfinalurnar:
Leygardagin 15. apríl
Stjørnan - VÍF

Sunnudagin 16. apríl
Neistin - StÍF


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2023

41 Leygardagur 08. apríl 2023

Tveittu trímálsleiðslu burtur

Føroysku kvinnurnar vóru á odda 5-2, men endaðu við javnleiki 5-5 móti Luksemborg

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Venjingardysturin millum Luksemborg og Føroyar, sum varð leiktur mikukvøldið endaði 5-5. Støðan í hálvleikinum var 3-2 til Føroyar, og eitt skifti í seinna hálvleiki var føroyska liðið á odda 5-2.

Men fjáltur kom á, og okkara kvinnur høvdu trupult við at halda uppá bóltin.

- Vit gera nógv góð ting, men tað eru eisini nógv ting sum vit skulu betra um. Eg haldi vit skulu fokusera uppá tey fimm málini, vit hava fingið. Tað eru góð mál, og vit gera tað, vit hava avtalað, sigur Ásla Johannesen, liðskipari, eftir dystin í kvøld, við heimasíðuna hjá FSF.

- Vit skulu tora betri at halda uppá bóltin, og tora betri, so blívur tað ordiliga stuttligt, og hetta skal gerast til seinna venjingardystin, sigur hon.

Seinni venjingardysturin verður eisini leiktur í Luksemborg, og hann verður leygardagin.

Luksemborg - Føroyar 5-5 (2-3)
1' Heidi Sevdal 0-1
4' Isabel Albert 1-1
6' Amy Thompson 2-1
40' Heidi Sevdal 2-2
43' Ásla Johannesen 2-3
52' Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir 2-4
65' Julia Naomi Mortensen 2-5
73' Marta Estevez Garcia 3-5
76' Amy Thompson 4-5
88' Amy Thompson 5-5

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2023

42 Leygardagur 08. apríl 2023

Afganistan: Taliban stongt útvarpsstøð fyri kvinnur

Sadai Banowan, sum fór í luftina fyri tíggju árum síðani, varð í vikuni stongd av Taliban-stýrinum

(Mynd: AP)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Taliban-stýrið í Afganistan hevur stongt eina útvarpsstøð fyri kvinnur í landslutinum Badakhshan í norðara parti av landinum.

Talan er um eina "óneyðuga samansvørjing", sigur Najia Sorosh, sum hevur staðið á odda fyri støðini Sadai Banowan, tí allar lógir og reglur eru fylgdar.

Sadai Banowan merkir kvinnurøddin, og er einasta útvarpsstøð í Afganistan, sum er rikin av kvinnum. Hon fór í luftina fyri tíggju árum síðani. Átta fólk starvaðust á útvarpsstøðini, harav seks kvinnur.

Taliban-stýrið vil vera við, at Sadai Banowan hevur brotið lógina við at spæla tónleik undir ramadan, men tað passar ikki, sigur Najia Sorosh.

Um tey á útvarpsstøðini lova, at tey ikki gera ímóti reglunum aftur, kann hon fáa loyvi at lata uppaftur, sigur Moezuddin Ahmadi, stjóri fyri kunning og mentan í økinum.

Síðan Taliban tók valdið aftur í Afganistan í august 2021, hevur nýggja stýrið sett í gildi fleiri avmarkingar fyri pressu- og talufrælsi, og hava nógvir journalistar mist arbeiðið seinasta hálvtannað árið.

Journalistar, sum ikki hava rættað sær eftir nýggju lógunum, eru handtiknir, og fleiri miðlar hava eisini verið noyddir at lata aftur orsakað av pengatroti, ella tí starvsfólkini eru farin av landinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2023

43 Leygardagur 08. apríl 2023

Amerikanskur generalur: Kríggið fær ongan enda í ár

Ukraina vil hava russar úr hersettu økjunum, og tað verður ein torfør uppgáva, sigur hann

Mark Milley generalur (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Kríggið í Ukraina fer ikki at fáa ein enda í ár. 

Tað er metingin hjá amerikanska herovastanum, Mark Milley.

Í samrøðu við amerikanska miðilin Defence One vísir hann á, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj fleiri ferðir hevur sagt, at málið hjá Ukraina er at tveita allar russar úr hersettu økjunum í Ukraina, og tað verður ein stór uppgáva.

Sambært Milley eru nakrar hundraðtúsund russar framvegis í hersettu økjunum.

– Eg sigi ikki, at tað ikki ber til. Eg sigi bara, at tað er ein torfør uppgáva, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2023

44
Leygardagur 08. apríl 2023

Skúladreingir manna Dýrindal

Nú skúlanæmingar hava fingið frí, eru tað fýra grammir og spentir næmingar, sum hava mannað Dýrindal

Vit hava skipað okkum soleiðis, at Samson er skipari, Jákup stýrimaður, Hans maskinmaður og Pól Eyðfinn dekkari og kokkur, siga teir
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Týsdagin seinnapartin fór trolbáturin Dýrindal av Klaksvík við kós móti I-kassanum. I-kassin er eitt økið norðvestur úr Mykinesi, sum opnar fyri fiskiskapi á midnátt, og sum manningarnar á trolbátarnir eru sera spentar uppá.

Dýrindal hevur ligið meginpartin av vetrinum, tí hann er ikki “vetrarbátur”, men er meiri í vinnu summarhálvárið.

Nú skúlanæmingar hava fingið frí, eru tað fýra grammir og spentir næmingar, sum hava mannað Dýrindal.

- Vit ganga allir í skúla og hava fingið páskafrí. Tríggir læra til skipara og ein til maskinmeistara. Nú I-kassin opnar og vit hava fleiri frídagar, og fingu høvi at manna bátin, eru vit spentir at sleppa avstað. Tað siga Pól Eyðfinn, Jákup, Hans og Samson. 

- Hóast vit hava siglt nokk so nógv, hevur bara ein okkara verið við Dýrindal fyrr, men man tað ikki fara at ganga? Vit hava skipað okkum soleiðis, at Samson er skipari, Jákup stýrimaður, Hans maskinmaður og Pól Eyðfinn dekkari og kokkur, siga teir.

Áðrenn teir løgdu frá landið hevði Pól Johannesen, trúboðari andakt umborð. 

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2023

45 Leygardagur 08. apríl 2023

HB hevur framvegis ræðið á høvuðsstaðnum

Hóast ivamál undan dystinum, skinklutar løtur og brent brotsspark so vann HB 2-0 á B36 og hevur harvið fult stigatal eftir tveir dystir

Sjóneykan var av álvara sett á Gundadal í gjárkvøldið, og tað vóru teir í reyðum og svørtum, ið kundu fegnast (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nógvir áskoðarar vóru til staðar til grannauppgerð í Gundadali, og sjóneykan var veruliga sett á seinasta dystin í 4. umfari í Betrideildini - tí sum var umfar nummar tvey.

Orsakað av søgunum um órógv í HB, sum komu fram fyri viku síðani, var eisini eyka sjóneyka á liðið úr norðara enda av Gundadali. Í mun til B36 varð mest hugt eftir, um liðið megnaði at bróta sigursturkin móti júst HB, og um liðið hjá Dan Brimsvík kundi byggja uppá sigurin í Sarpugerði frá fyrsta umfari.

HB sat á dystinum fyrra helming av fyrra hálvleiki, spældi væl og hótti millum annað rúmið aftanfyri verjuketuna hjá B36 fleiri ferðir. Yvirvágin gav úrslit. Eitt mál varð kolldømt, men stutt seinni stútaði Bartal Wardum bóltin í B36-málið eftir hornaspark úr høgru. Hóast hendurnar hjá honum vóru á B36-spælaranum, so metti Alex Troleis ikki, at tað var nóg mikið til fríspark, og so kundu teir í reyð-svørtum fegnast.

Bartal Wardum hevur verið skaðadarvaður í vetur og megnaði bert at spæla fyrra hálvleik. Miðverjin gjørdi tó greiðan mun, vísti liðformaðurin Teitur Gestsson á í samrøðu við Portalin, og tað merktist, at hann ikki var á vøllinum eftir steðgin.

[object Object]
Bartal Wardum hevur lagt barndómsfelagið á odda í grannauppgerðini (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Teitur, Bartal og liðfelagirnir vórðu meira avbjóðaðir, sum fyrri hálvleikur leið. Serliga vóru kviku kantarnar Bjarki Nielsen og Hannes Agnarsson hóttanir. Einaferð var heilt nær við, at Hannes fann Bjarka í púra fríari støðu í brotsteignum, eftir at hann varð sendur avstað í høgru, men ein árvakin Heðin Hansen kom ímíllum. Teitur noyddist løtu seinni at stórbjarga í samband við eitt av longu innkøstunum hjá Benjamin Heinesen, tá bólturin kom í B36-høvd og hevði kós í málið.

Nýggi lettiski áleyparin Valerijs Sabala avloysti Benjamin sum fremsta mann eftir steðgin. Hann kom í onkrar góðar støður, men Dan Brimsvík vísti eftir dystin á, at hóast góða "innhoppið" manglar eitt sindur fysiskt. Tað manglaði eisini eitt sindur í hjá B36 í mun til at fáa mál og harvið stig. Hetta hóast teir í hvítum høvdu bóltin meira í seinna hálvleiki, bjóðaðu av, og at Bjarki aftur var nær við eftir eitt gott gjøgnumbrot.

[object Object]
Hanus Sørensen megnaði at hava gott tamarhald á Hannesi Agnarsson, sum ofta bjóðaði HB-verjuni av (Mynd: Sverri Egholm)

HB hevði tó størsta møguleikan: Eftir ein tíma varð eitt ógvuliga ivasamt brotsspark dømt, tí bólturin stakk upp á armin á B36-spælara. Mattias Lamhauge bjargaði tó væl royndini frá Viljormi Davidsen úr ellivu metrum. Viljormur kundi tó fegnast eftir sín fyrsta almenna dyst fyri HB. Landsliðsbakkurin og liðfelagirnir hildu málið reint - hóast millum annað tað at Mads Borchers noyddist at røkja plássið sum vinstri bakkur, eftir at Ári Mohr Jónsson fór út við skaða.

Tað eydnaðist eisini at økja stutt fyri leiklok, eftir at B36 annars hevði trýst. Í skjótálopið gleið B36-verjuspælari, Mattias Præst Nielsen fór avstað og legði bóltin til rættis fyri Mikkel Dahl, ið var ísakaldur. Eftir dystin fegnaðist vandamikli danin sum vera man.

Danski áleyparin hevur skorað tvey mál í tveimum dystum í sínari afturvendan. Sigurin merkir, at HB hevur fult stigatal - eins og KÍ hevur. Tað var nakað av baksi, og HB misti bóltin heldur nógv á egnari hálvu, gjørdi heldur nógv fríspørk í vandamiklari støðu o.s.fr. Tó eydnaðist Dalibor Savic og liði hansara at fáa ein ógvuliga týdningarmiklan og tiltrongdan sigur. Fríggjadagin vera tað júst fýra ár síðani B36 síðst vann eina grannauppgerð. Tólv dystir á rað móti HB uttan sigur tyngja í B36-húsinum - leygardagin skal liðið reisa seg móti B68. 

[object Object]Beinleiðis inn í linsuna...

[object Object]
Hetta merkti nógv fyri Dalibor Savic, fysisika venjaran, hópin og viðhaldsfólkini 

[object Object]
Minniligur sigur í fyrsta Betrideildardystinum hjá Viljormi Davidsen í yvir tíggju ár. Bakkurin brendi brotsspark men legði eisini upp og málið varð hildið runt 

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Betrideildin, 4. umfar (umfar nummar tvey)

B36 - HB 0-2 (0-1)
15' Bartal Wardum (Viljormur Davidsen) 0-1
87' Mikkel Dahl (Mattias Præst Nielsen) 0-2

B36 (4-3-3): Mattias Heðinsson Lamhauge – Jann Benjaminsen, Andrias Eriksen (L), Isak Jönsson, Magnus Egilsson – Erlendur Magnusson (66' Aron Knudsen), Eli Falkvard Nielsen (Símun Sólheim), Taufee Skandari (Sonni Ragnar Nattestad, 89.) - Hannes Agnarsson, Benjamin Heinesen (46' Valerijs Sabala), Bjarki Nielsen (66' Andrass Johansen)

Venjari: Dan Brimsvík

HB (3-5-2): Teitur Matras Gestsson (L) – Bartal Wardum (46' Ári Mohr Jónsson - 49' Jákup Thomsen), Heðin Hansen, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Adrian Justinussen, Dan í Soylu (88' Eivind Restorff Mouritsen), Mathias Præst Nielsen, Áki Debes Samuelsen – Mikkel Dahl, Mads Borchers

Venjari: Dalibor Savic

Sí fleiri myndir frá grannauppgerðini í Gundadali her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2023

46 Leygardagur 08. apríl 2023

Ari helst úti í fleiri vikur

Høgri bakkurin hjá Víkingi fekk eina fipurspreinging í baklærið seint í dystinum leygardagin. Venjarin Jóhan Petur Poulsen skal harvið finna avloysara til tøttu dystarskránna

Ari Olsen í stórsigrinum í Sarpugerði leygardagin. Dysturin endaði tó á keðiligan hátt hjá strandinginum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Bárður Jógvansson Hansen hevði eitt frálíkt kappingarár á høgra bakkinum hjá Víkingi í fjør. 31-ára gamli gøtumaðurin er fyribils givin, og avloysari hansara gjørdist Ari Olsen, sum í fjør vendi aftur eftir álvarsaman knæskaða.

Ari hevði ein vøddaskaða at stríðast við í 1. umfar. Hann var aftur til dystin móti TB leygardagin, men noyddist av vølli, tá tríggir minuttir vóru eftir av. Strandingurin rann fram við í eitt álop, men tók til baklærið, tá bólturin fór útav baklinjuni.

Tá sá út til at vera ein vøddaskaði, og Ari Olsen váttar nú fyri Portalinum, at talan er um eina fipurspreinging. Víkingurin sigur, at talan allarhelst er um ein steðg á fleiri vikur - hetta er verri, enn líknandi skaðar sum hann hevur havt fyrr.

Hetta er ein smeitur fyri Víking, ið ikki hevur teir mest uppløgdu avloysararnar til plássið. Aron Jarnskor Ellingsgaard kom inn fyri Ari leygardagin og spældi á høgra bakki í 0-3 tapinum fyri B36. Hann er tó sentralur miðvallari. 20-ára gamli Signar á Brúnni kann eisini røkja plássið. Hann hevur spælt ellivu dystir fyri besta liðið hjá Víkingi men hevur bert spælt við 1. deild í ár.

[object Object]
20-ára gamli Aron Jarnskor Ellingsgaard í 0-3 tapinum fyri B36. Tá spældi hann á høgra bakki (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Jóhan Petur Poulsen skal leita eftir røttu loysnunum næstu tíðina, nú hópurin aftur smalkast. Hetta hevur toftamaðurin havt hepna hond við áður (Mynd: Sverri Egholm) 

Víkingur spælir í Fuglafirði leygardagin, á Svangaskarði 12. apríl og síðani í Klaksvík sunnudagin 16. apríl. Alt bendir á, at Ari Olsen missir í hvussu er hesar dystirnar - møguliga eisini steypadystin móti HB um smáar tríggjar vikur og Betrideildardystin móti HB mikudagin 26. apríl. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2023

47 Leygardagur 08. apríl 2023

Gunnar til Íslands

- Tað er við blandaðum kenslum, at vit kunngerða at Gunnar Vatnhamar hevur gjørt eina 2 ára avtalu við Víking Reykjavík, sum spælir í bestu deildini í Íslandi

- Vit eru sjálvandi sera stolt av, at enn ein av okkara uppældu leikarum verður seldur til útlandi at leika, men samstundis er tað ein stórur missur, at Gunnar nú ikki verður partur av hópinum hjá okkum framyvir (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað er við blandaðum kenslum, at vit kunngerða at Gunnar Vatnhamar hevur gjørt eina 2 ára avtalu við Víking Reykjavík, sum spælir í bestu deildini í Íslandi.

- Vit eru sjálvandi sera stolt av, at enn ein av okkara uppældu leikarum verður seldur til útlandi at leika, men samstundis er tað ein stórur missur, at Gunnar nú ikki verður partur av hópinum hjá okkum framyvir.

Skiftið fer fram beinavegin, og tí hevur Gunnar longu leikt sín síðsta dyst fyri okkum á hesum sinni. Velur Gunnar at flyta aftur til Føroyar einaferð í framtíðini, veit hann sjálvsagt, at dyrnar altíð standa opnar fyri honum í Sarpugerði.

Hjartaliga til lukku Gunnar! Vit eru stolt av tær, og ynskja tær góða eydnu í Íslandi.

Víkingur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2023

48 Leygardagur 08. apríl 2023

Stórdystir í fyrsta umfari í steypakappingini

Steypavinnararnir taka ímóti HB, og B36 og KÍ bresta saman. Áttandapartsfinalurnar eru á skránni 21. - 23. apríl

HB skal spæla móti steypavinnarunum í Sarpugeerði seinni í mánaðinum - B36 og KÍ spæla í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lutakastið til fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið hevur fyri lítlari løtu síðani verið í Televarpinum. Tað er Televarpið, ið hevur rættindi at vísa kappingina í ár.

Tað mest áhugaverda er, at tey liðini, ið endaðu í topp-fýra í fjør, skulu hittast. Víkingur vann steypakappingina í fjør og tekur ímóti HB. Hesi bæði liðini spældu tvær tættar hálvfinalur í fjør. KÍ tapti finaluna í oktober - føroyameistararnir skulu á vitjan hjá B36 seinni í mánaðinum.

Tvær innanhýsis Betrideildaruppgerðir eru afturat: 07 Vestur skal á vitjan í Fuglafirði, og TB tekur ímóti B68.

EB/Streymur skal spæla í Hoyvík, og AB hevur mótsstøðu úr 2. deild. Greitt er eisini, at Skála ella B71 kemur í fjórðingsfinalurnar.

Fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2023 - áttandapartsfinalur
22. og 23. apríl - møguliga 21. apríl eisini

Víkingur - HB 
FC Hoyvík - EB/Streymur
ÍF - 07 Vestur
AB - FC Suðuroy
B36 - KÍ
Skála - B71
TB - B68
NSÍ - MB

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2023

49 Leygardagur 08. apríl 2023

ÍF stóri sigursharrin pálmasunnudag

Hans Jákup Lervig skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum á AB. 07 Vestur tryggjaði sær javnleiki móti B68 við málið seint í dystinum - KÍ knógvaði stríðsfúsa og vælskipaða EB/Streyma-liðnum

Uppflytararnir vunnu á heimavølli móti AB. Argjamenn hava tapt báðar dystirnar higartil 0-2 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tríggir dystir í Betrideildini vórðu bríkslaðir í gongd klokkan trý sunnudagin. 

ÍF tryggjaði sær sín fyrsta heimasigur í Betrideildini síðani 16. mai 2021. Ein heilstoyptur innsatsur lá aftanfyri hetta, har yngri og eldri lokalir, umframt dygdargóðir útlendingar stríddust væl saman. Tað var syðrugøtumaðurin Hans Jákup Lervig, sum í fleiri kappingarár hevur spælt við ÍF, ið skoraði bæði málini: Bæði við vinstra beinið eftir góða sending og góða fyrstu nerting og síðani hart skot í AB-brotsteignum. Útiliðið hevði bóltin rímiliga nógv men lítið at bjóða uppá frameftir, og so endaði tað 2-0 og frøi í Fuglafirði.

[object Object]
ÍF-fagnaður eftir 2-0 málið, ið kom stutt eftir steðgin (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Árni Frederiksberg hevur lagt KÍ á odda við sínum vinstra beinið (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Tað gjørdist heldur óvæntað einasta málið, sum kom í dystinum við Djúpumýru (Mynd: Sverri Egholm) 

Í Klaksvík kom bert ta eina málið. Tað skoraði Árni Frederiksberg eftir gott álop, tá eitt korter var farið. Heimaliðið hevði aðrar stórar málmøguleikar, men EB/Streymur stríddist og stóð væl ímóti, og kundi eisini javnað. Føroyameistararnir vunnu uppiborið, men á máltalvuni ikki so sannførandi sum væntað varð.

B68 byrjaði sum eitt óløgi í Sørvág. Longu í fyrsta álopinum legði Ragnar Samuelsen gestirnar á odda. Eins og í fyrsta umfarið bragdaði tó hjá 07 Vestur seint í dystinum: Liðformaðurin Danie Obbekjær sló til, og harvið fingu vágamenn og toftamenn eitt stig hvør.

Leygardagin vann Víkingur stórsigur á TB.

Betrideildin, 4. umfar (umfar nummar tvey)
Sunnudagin 2. apríl

ÍF - AB 2-0 (1-0)
11' Hans Jákup Lervig (Pól Jákup Lundsbjerg) 1-0
55' Hans Jákup Lervig (Jhon Mena) 2-0

KÍ  - EB/Streymur 1-0 (1-0)
16' Árni Frederiksberg (Luc Kassi) 1-0

07 Vestur - B68 1-1 (0-1)
1' Ragnar Samuelsen (Mohammed Samba) 0-1
81' Daniel Obbekjær 1-1

1. apríl - Sarpugerði
Víkingur - TB 7-0 (1-0)
33' Sølvi Vatnhamar (Ingi Jonhardsson) 1-0
46' Arnbjørn Svensson (Bergur Gregersen) 2-0
50' Martin Klein Joensen 3-0
57' Sølvi Vatnhamar (br.) 4-0
69' Andreas Lava Olsen (Jákup Johansen) 5-0
82' Olaf Bárðarson (Finnur Justinussen) 6-0
90' Finnur Justinussen (Jákup Johansen) 7-0

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2023

50 Leygardagur 08. apríl 2023

Billardgullið og silvurið til Havnar

Havnar Billardfelag er føroyameistari fyri lið. Felagið vinnur eisini annaðplássið.

Føroyameistararnir í billard fyri lið, Havnar Billardfelag, fv. Ólavur Kjølbro og Jógvan Jørgensen. Mynd Jan Müller
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað skuldu ganga samfull 18 ár, áðrenn billardfelagið í Havn, fyrr Havnar Klubbi, í dag Havnar Billardfelag, aftur kann kalla seg føroyameistari fyri lið í billard og harvið fáa gullið heimaftur í hús.  Men ikki nokk við tí. Felagið megnaði mín sann  eisini at vinna annað plássið og silvur.

Tað er ikki hent áður í føroysku billardsøguni, at eitt og sama felag vinnur bæði gull og silvur í einum kappingarári. Í hølunum á teimum koma so tvørámenn, sum hesuferð máttu taka til takkar við bronsuni, tó at teir áttu avgjørt besta spælaran samanlagt í allari kappingini.  

Og hvørjir eru so spælararnir, sum megnaðu at vinna høvuðsstaðarfelagnum gullið heimaftur!

[object Object]

Ólavur Kjølbro og Jógvan Jørgensen ikki bara vunnu FM kappingina. Teir gjørdu tað eisini við manér. Heili 10 stig framman fyri sínar spælifelagar í Havnar Billardfelag Niels Nielsen og Per Hansen. Og enn longur aftur til liðini hjá tvørámonnum, klaksvíkingum og fuglfirðingum.

[object Object]Niels Nielsen hevur arvað góðu eginleikarnar hjá pápanum Eiriki Nielsen, sála og tryggjaði Havnar Billardfelag silvur í FM kappingini. 

[object Object]Per Hansen hevur ment seg nógv seinastu árini og rakk hesaferð silvurinum. 

Uttan at skula taka nakað frá øðrum góðum spælarum, so er tað ein sannroynd, at Ólavur Kjølbro gjørdist dagsins maður. Hann tók flest stig heim, hann hevði besta spælið og besta umfarið, á vinnandi liðnum. Men uttan fræga liðspælara sín Jógvan Jørgensen var gullið ikki komið heimaftur til “gamla” Havnar Klubba, í dag við nýggja heitinum Havnar Billardfelag ella HABI, sum tað eisini verður kallað.

[object Object]

Ólavur Kjølbro í sínum serstaka og persónliga billard "image" - neyvur og tryggur. 

Ólavur Kjølbro hevur av álvara gjørt eitt veruligt  “comeback” í føroyskum billard. Hann varð millum frægu spælararnar, tá hann spældi fyri Klaksvíkar Klubba fyrst í hesi øldini og megnaði at vinna kappingina um høgt mettað Haldor Holm steypið í 2002. Hevur síðani verið burturstæddur og tí ikki verið partur av heimliga billardumhvørvinum. Men tað skuldi ikki ganga long tíð, til hann brádliga legði flestu viðspælarar í HABI venjingarhølunum afturum seg og eftir tað fekk álitið sum flaggberi á besta liðnum í felagnum.

[object Object]Jógvan Jørgensen er ótroyttiligur. Hevur verið við til at vinna Havnar Billardfelag nógv steyp seinastu mongu árini. Hesaferð rakk hann á hægstu tindar og var við til at røkka  føroyska billardtoppin "Mount Everest". 

Og tað varð ikki nøkur løtt uppgáva eiheldur ábyrgd at hava fingið at skula endurreisa  “Klubban” í høvuðsstaðnum eftir 18 ár í oyðimørkini. Við miðvísari venjing umframt einum billardtalenti sum fáur eydnaðist tað kortini tí miðvísa og avgjørda klaksvíkinginum at fella nærum flest keylur á billardborðunum kring landið í kappingarárinum 2022-23.

Saman við einum oftani sera vælspælandi Jógvan Jørgensen megnaði Ólavur aftur og aftur at rudda borðið við tí úrsliti, at hann fekk besta einstaka spælið í kappingini uppá 82 eygu í meðal umframt besta umfarið uppá 324 eygu. Hesi munnu teljast millum tey frægu nakrantíð í føroyskari billardkapping.

Taka vit so tey einstøku úrslitini í kappingini, so er greitt, at núverandi FM einstaklingameistarin av Tvøroyri, Páll Heri Nolsøe varð greitt bestur. Hann tapti fægst stig, 3 íalt av 40 møguligum. Ólavur tapti 7 stig.

[object Object]Tvøroyrar Billardfelag við Páll Hera Nolsøe og Max Rasmussen vunnu bronsu í ár. 

Samlaða meðaltalið hjá Páll Hera fyri alla kappingina var 34.1 eygu í meðal. Ólavur hevði 29.08 eygu. Bæði tvey framúr góð úrslit í føroyskum billard.  Páll Heri átti eisini besta einstaka dystarúrslitið við 47,62 eygum, um somu tíð sum Ólavur hevði 43,48 eygu. 

Samanbera vit við seinasta kappingarárið , tá Hallur Joensen vann  FM fyri lið og næstseinasta ár gjørdist FM meistari fyri einstaklingar, hevði hann besta spæl uppá 100 eygu í meðal og besta umfar uppá 348 eygu í meðal. Helst frægastu úrslit nakrantíð í billardkapping í Føroyum.

Einstaklingakappingin – fleiri risar rundan um borðið

Tað er tí við stórum spenningi at bíðað verður eftir hini stóru kappingini í billard, nevniliga fyri einstaklingar, sum í ár verður spæld í góða gamla Havnar Klubba. Finaluumfarið verður 22. apríl. Tað kann væl gerast risana dystur.

Eingin ivi er um, at Ólavur Kjølbro er eitt av boðunum uppá ein nýggjan føroyameistara í 2023. Men tað verður eingin einføld og løtt uppgáva. Tí verandi føroyameistari Páll Heri Nolsøe verður ringur at syfta, tá hann er í essinum. Og tað er hann nærum altíð. Við eini ballast sum besti einstaki spælari í liðkappingini í ár verður Páll Heri tørførur at basa.

[object Object]Hesir báðir hava áður dystast um FM heitið. Fer tað at endurtaka seg í 2023? Hallur Joensen og Páll Heri Nolsøe. Mynd Jan Müller

Men verður Hallur Joensen, tvífalt føroyameistari við í kappingini í ár, sum okkurt bendir á, tá er einki avgjørt. Við eini nýggjari ballast frá sínum limaskapi í billardfelagnum í Herning, verður spennandi at síggja, hvørji framstig hann  hevur gjørt hetta seinasta árið. Er hann væl fyri er hann at meta sum ein melduródn á billardborðinum.

[object Object]Kristian Sune Høgnesen, avgjørt ein av risunum í føroyskum billardspæli við ikki færri enn 7 FM heitum í skjáttuni. Er sitaður millum teir bestu til komandi FM. 

Men her mugu vit heldur ikki gloyma ein av okkara frægastu billardspælarunum gjøgnum tíðina, nevniliga Kristian Suna Høgnesen úr Klaksvíkar Klubba, sum hevur verið við til at vinna Klaksvíkini ótald FM heiti bæði fyri lið og einstaklingar. Hann hevur vunnið ikki færri enn sjey FM heiti fyri einstaklingar og er tí avgjørt eitt av boðunum uppá ein FM meistara í 2023 – um tempo og sinnalag also eru við honum.

Vit skulu tó ikki taka nakað fyri givið, tí tað er við billard sum við øðrum ítróttargreinum, at tú kann hava ein góðan dag og tú kann hava ein minni góðan dag. Og tá tú hevur nógvar góðar spælarar, so skal oftani lítið til, at tað gongur tann eina ella hin vegin.

Vit venda aftur til FM fyri einstaklingar, tá tað nærkast.

Endaliga støðan í 1. deild gjørdist:
1. Havnar Billardfelag 1 60 stig
2. Havnar Billardfelag 2 50 stig
3. Tvøroyrar Billardfelag 49 stig
4. Klaksvíkar Billardfelag 1 40 stig
5. Klaksvíkar Billardfelag 2 22 stig
6. Fuglafjarðar Billardfelag 19 stig

Henda støðan hevur við sær, at fuglfirðingar mugu tungu gongdina niður í 2. deild. Tað er ikki hent í mong mong ár. Upp í 1. deild flytur vinnarin av 2. deild, nýggja og unga eysturoyarliðið, Skálafjarðar Billardfelag við Markus Olsen og Henrik H. Sommer. Vinnari av 3. deild gjørdist Havnar Billardfelag við Oskar Eirikson og Heimir Ottósson.

At tað eydnaðist Klaksvíkar Billardfelag at varðveita síni tvey lið í 1. deild komandi kappingarár er ikki minst Sonhardi Johannessen fyri at takka. Ein spælari, sum hevur verið við til at tryggja Klaksvíkini mong FM heiti og sum framvegis er "still going strong". 

[object Object]Nýggja liðið í 1. deild Skálafjarðar Billardfelag vm. Henrik H Sommer og Marcus Olsen. Teir hava við rakettferð flutt seg úr 3. deild upp í bestu deildina. Nú hava teir vónir um, at til ber at fáa jaligu myndugleikarnar í Runavikar kommunu at leggja høli til, so pláss er fyri tveimum billardborðum. Mynd Jan Müller

Formaðurin í Billardsamband Føroya, Páll Heri Nolsøe fegnast um eitt gott kappingarár.

“Eg vil takka fyri eina góða kapping, og ynskja Havnar Billardfelag hjartaliga tillukku við meistaraheitinum í ár. Hugaligt at síggja, at havnamenn klára at stilla við tveimum liðum í bestu deildini í ár, har bæði hava klárað seg so væl. Kappingin gjørdist spennandi bæði í toppi og botni. Tað er soleiðis vit vilja hava tað”.

Hann ynskir liðnum á Skálafjørðinum vælkomnum í 1. deild og vónar, at teir fáa betri umstøður til komandi billardkappingar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2023

51 Leygardagur 08. apríl 2023

Kvinnurnar komnar í gongd

KÍ og NSÍ vunnu sínar dystir meðan B36 og Víkingur leiktu javnt

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Besta landskappingin í kvinnufótbólti fór í gongd leygardagin. Kappingin skuldi byrja 11. mars, men eins og hjá monnum, hevur ikki borið til at spælt bólt fyrr enn nú.

Triðja umfar bleiv tí fyrsta umfar, og tríggir dystir vórðu leiktir í leygardagin. Greipuvinnararnir úr Klaksvík tóku ímóti TB/FCS/Royn, sum framvegis roynir at fóta sær í bestu deildini. Tær bláu vunnu stórsigur 11-0.

[object Object](Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

Rebekka Fjallsá Benbakoura, sum er komin úr HB fekk eina góða byrjan, og gjørdi hattrikk fyri KÍ.

Í Sørvági var NSÍ á vitjan hjá 07 Vestur, og máltevið hjá Heidi Sevdal tykist at vera tað sama sum í fjør. Hon skoraði ikki færri enn øll trý málini í 3-0 sigrinum hjá runavíkskvinnum.

[object Object](Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

B36 hevði í Havn vitjan av Víkingi, og tað gjørdist ein spennandi dystur, har liðini skiftust um at skora. Barbara Høgnesen legði heimaliðið á odda longu í øðrum minutti, men góðar tjúgu minuttir seinni javnaði Hjørdis Rasmusdóttir fyri Víking.

Beint fyri hálvleik setti Jiselle Lacerda Dos Santos Souza høvdið á bóltin og legði B36 á odda fyri aðru ferð í dystinum. Tað helt tó ikki, og í 75. minutti javnaði Mona Rasmudóttir og tryggjaði Víkingi eitt stig.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Landsliðssteðgur er nú hjá kvinnum. A-landsliðið spælir 5. og 8. apríl tveir venjingardystir móti Luksemborg.

KÍ - TB/FCS/Royn 11-0 (5-0)
7’ Rebekka Fjallsá Benbakoura 1-0
22’ Rebekka Fjallsá Benbakoura 2-0
25’ Rebekka Fjallsá Benbakoura 3-0
26’ Jancý Mohr 4-0
40’ Tórun Højgaard Joensen 5-0
46’ Hervør Olsen 6-0
57’ Sjálvmál 7-0
66’ Malena Olsen 8-0
71’ Hervør Olsen 9-0
78’ Durita Hummeland 10-0
90+3’ Durita Hummeland 11-0

07 Vestur - NSÍ 0-3 (0-1)
45+2’ Heidi Sevdal 0-1
46’ Heidi Sevdal

B36 - Víkingur kv. 2-2 (2-1)
2’ Barbara Høgnesen 1-0
24’ Hjørdis Rasmusdóttir 1-1
44’ Jiselle Lacerda Dos Santos Souza 2-1
75’ Mona Rasmusdóttir 2-2

Støðan Betri deildin kvinnur

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2023

52 Leygardagur 08. apríl 2023

Eydnudeildin fimm ár

Tað var skírishósdag í 2018, at Eydnudeildin hevði sína fyrstu venjing, og Skírishósdag fer Eydnudeildin at hátíðarhalda hálvrunda dagin

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hesa vikuna fer Eydnudeildin at hátíðarhalda, at fimm ár eru liðin, síðan Eydnudeildin í Føroyum hevði sína fyrstu venjing. 

Fyrsta venjingin var skírishósdag í 2018.

Eydnudeildin greiðir soleiðis frá í tíðindaskrivi:

Fyrrverandi danska hondbóltsstjørnan Rikke Nielsen hevði verið í Føroyum í sambandi við steypafinaluvikuskiftið í februar 2018. Hon helt m.a. fyrilestur um Lykkeliga, sum hon var við at seta á stovn.

Rikke eigur tríggjar gentur, harav eina við down syndrom. Rikke ynskti at Magda skuldi hava somu møguleikar sum systrarnar at venja hondbólt.

Lykkeliga hevur verið ein kempi succes - fyrst í Danmark, men nú eisini í Føroyum. Vit fingu føroyska navnið Eydnudeild.

Síðan 2018 hava vit vant regluliga einaferð um vikuna alt árið. Nú eru heili trý lið í Føroyum. Lundapisurnar venja í Kollafirði, Svanarnir í Vági og nýggjasta liðið Músabróðir venur í Klaksvík.

Hvørja viku hava ca 40-50 børn og ung, sum ikki megna at spæla við vanligu ítróttarfeløgunum, møguleika at venja hondbólt og ikki minst at verða partur av einum positivum felagskapi sum tekur støði í teirra førleikum.

Tað skal vera stuttligt, børnini skulu hugna sær, børnini skulu hava kensluna av at tey megna nakað. Hjá meginpartin av hesum stjørnum er hetta hæddarpunktið í vikuni.

Vinabond eru skapt - bæði hjá stjørnunum og eisini systkjum. Foreldur og systkin eru sjálvandi vælkomin til okkara venjingar. Foreldur hava stóra gleði at netverka og hugna sær saman við øðrum foreldrum sum eru í somu støðu. Systkin spæla við systkin, sum skilja støðuna at hava eitt serligt systkin.

Hvørt ár á skírishósdegi hátíðarheldur Eydnudeildin føðingardag, og í ár verður hann hátíðarhildin í Klaksvík. Tá møtast 38 leikarar frá frá Svanunum, Lundapisunum og Músabrøðrunum saman við systkjum og foreldrum og venjarum. Tilsamans verða 160 fólk.

Byrjað verður við spæli og felags hondbóltsvenjing, og síðani fáa børnini frukt, og farið verður yvir í svimjihøllina, og eftir hetta hittast øll til felags døgurða.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2023