Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 15. apríl 2023 | Nr. 15 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Kurteisið í hásæti í Tinganesi

SíÐa 2

1 Leygardagur 15. apríl 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

ES-dyrnar á gloppi

Hóast tað var signalpolitikkur og fá ella ongi ítøkilig lyfti, sum – alment – kom burtur út vitjanini hjá danska uttanríkisráðharranum í gjár, so er tað okkurt, ið kundi bent á, at kanska broytingar eru á veg í viðurskiftunum millum Føroyar og evropeiska samveldið.

Lyftið frá danska uttanríkisráðharranum um at virka fyri føroysku ynskjunum um lættari atgongd inn á evropeiska marknaðin, kann vísa seg als ikki at vera virðisleyst fyri okkum.

Tað tykist, sum danska stjórnin sanniliga hevur sett sær fyri at virka fyri at veita Føroyum betri sømdir í ES. Og so er kanska stundin komin til at vit velja at síggja burtur frá dáragerðini, sum danir gjørdu tá teir ikki vildu stuðla ella fata føroysku støðutakanina í makreltrætuni.

Kanska er hetta júst lagaliga løtan til at fáa eitt gjøgnumbrot í samráðingunum um betri atgongd inn á ES-marknaðin.

Tí sterka føroyska tilknýtið til Russlands sum handilspartnari nívir kanska danir. Og  stjórnin í Keypmannahavn er sjálvandi væl vitandi um, at hon onkursvegna er sek í, at Føroyar undir makreltrætuni, meira ella minni, vóru noyddar at blaka seg í russiska føvningin.

Tí er tað nokk skilabest ikki longur at vera fornermað inn á tað, sum hendi undir makrelstríðnum.

At danir nú vísa vælvilja fyri at varðveita og bøta um viðurskiftini innan fyri ríkisfelagsskapin – ‘tann sokallaða ríkisfelagsskapin’, sum okkara landsstýrismaður við uttanlandsmálum kallar tað – er so nakað heilt annað.

Eitt er vist, viðurskiftini millum Føroyar og Danmark fara neyvan at ‘bakka’, skilt á tann hátt, at vit verða tættari knýtt at Danmark í felagsskapinum vit enn eru í. Vit hava funnið okkara bein at standa á, og hava ikki longur tørv á – og hava heldur ikki áhuga í – teirri fíggjarligu hjálp, sum Danmark hevur veitt.

Men fyri tað skulu vit ikki sýta fyri at taka ímóti eini framrættari hond, tá hon verður okkum bjóðað.

Vit skulu tó eisini vera greið yvir, at tað ikki eru okkara vørur og ei heldur okkara keypiorka og -hugur, sum eru áhugaverd fyri ES-londini. Tað er okkara landafrøðiliga støða. Tí tað snýr seg ikki longur einans um handilspolitikk, men í nógv størri mun um trygdarpolitikk

Vit eru og vilja eisini vera ein partur av Evropa. Ikki fullgyldugur limur í handilsliga samveldinum, men javnsett við øll hini evropeisku londini, sum ikki eru limir, men hava nógv fríari ræsur at virka innan fyri ES-marknaðin enn vit hava.

Tí tað eru jú ongar sakligar grundir fyri, at vit ikki hava somu sømdir, sum eitt nú Efta-londini hava.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3001

    Lisnar síður: 8930

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 15. apríl 2023

Kurteisið í hásæti í Tinganesi

Høgni Hoydal og Lars Løkke Rasmussen vænta gott samstarv á uttanríkisøkinum og virðing fyri áskoðanunum hjá hvør øðrum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kurteisið var í hásæti, tá Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkismálum, og danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hittu miðlarnar eftir fund í Tinganesi fyrrapartin fríggjadagin.

Ongi ítøkilig úrslit, men nógv lyfti um gott samstarv landanna millum á uttanríkispolitiska økinum í framtíðini.

Hetta er fyrstu ferð, at Lars Løkke vitjar í Føroyum sum uttanríkisráðharri, og sum skilst varð fundurin brúktur til at partarnir løgdu fram síni ynski um mál og samstarv í framtíðini, nú báðir eru lutfalsliga nýggir á sessinum.

Tað eru fleiri áleikandi mál at finna loysnir á, greiddi Høgni Hoydal frá. Ynskið hjá Føroya landsstýri er, “onki um okkum – uttan um okkum” á uttanríkispolitiska økinum, greiddi Høgni Hoydal frá.

Og her liggja føroysku viðurskiftini við ES ovarlaga á dagsskránni. Ynskið er at fáa í lag eina partalagsavtalu millum Føroyar og ES, sum skipar viðurskiftini við ES, serliga viðvíkjandi fiskiskapi, handli og talgilding, umframt at fáa greiðari viðurskifti við aðrar altjóða felagsskapir, har Føroyar hava ynski um sjálvstøðuga umboðan.

Lars Løkke Rasmussen gjørdi á tíðindafundinum greitt, at hann kennir føroysku ynskini á sjálvstýrisøkinum, men hevur virðing fyri teimum, men segði eisini at sum uttanríkisráðharri er tað donsku ynskini, sum sjálvandi hava fremstu raðfesting.

Men hann sær møguleikar til at finna loysnir á málunum, tí tað er neyðugt at finna loysnir, ikki minst viðvíkjandi altjóða kreppustøðum, har tað hevur týdning at samskipa útmeldingarnar.

Ongi lyfti vóru givin á fundinum í dag, men slóðað er fyri, at fleiri loysnir kunnu finnast, tá málini verða tikin upp aftur á fundinum í “kontaktudvalget”, sum verður í Nuuk í summar. 

[object Object]

[object Object]

Myndir: Sverri Egholm

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2023

3 Leygardagur 15. apríl 2023

Parkinson dagur: - Eg eri 'shaken, not stirred"

Týsdagin var Parkinson dagur. Joy Ann Simonsen úr Gøtu setir orð hvussu tað er at fáa vitjan av hesum óbodna gesti

Joy Ann Simonsen
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Sagt verður, at ilt er at læra gamla hund uppi at sita, men tað er ikki heilt satt, og eg royni at læra meg, at liva við hesum fylgisveini, við tí vón, at onkur finnur ein máta, har eg kann sparka hann út. So hóast hann kom og skakaði mítt lív, so eri eg, sum James Bond sigur um sín drykk: “Shaken, not stirred”

Soleiðis skrivar Joy Ann Simonsen, um fylgisvein sín, sum er Parkinson sjúkan.

Týsdagin 11. apríl var altjóða Parkinson dagur, og kring allan heimin verður varpað ljós á hesa sjúku.

Hvussu sær ein út, ið hevur hesa sjúku? Hvørji sjúkueyðkenni eru?

Spyr mann tilvildarlig fólk, siga flestu helst, at tað ein gamal maður ella kvinna ið ristir, gongur og dregur beinini, og rørslurnar eru seinar og stívar. Sannleikin er tann, at Parkinsons-sjúkan er so nógv meiri enn ristingar og stívar, seinar rørslur. Tað er sum eitt ísfjall, har tú sær 10 prosent av tí sjúkan inniber, og hini 90 prosentini eru duld undir vatninum.

Les frásøgnina hjá Joy Ann Simonsen á lesarin.fo  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2023

4 Leygardagur 15. apríl 2023

Betri Pensjón hevði metnógv útgjøld frá lívstryggingum

Hetta kemst av, at deyðstíttleikin var óvanliga høgur í fjør. Helgi L. Petersen sigur, at tjúgju milliónir er meira enn tvífalt so nógv, sum rindað hevur verið í miðal frammanundan

Ársúrslitið hjá eftirlønar- og lívstryggingarfelagnum eftir skatt var eitt undirskot á 10,2 milliónir
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Útgjaldið fyri lívstryggingar hjá Betri Pensjón hevur ongantíð verið nær námind so høgt, sum tað var í fjør. Hesum boðar felagið frá í tíðindaskrivi í vikuni.

– Tað er gott, at vit kunnu hjálpa fíggjarliga, tá ið fólk missa. Tað er jú ein av orsøkunum til, at vit eru her. Men deyðstíttleikin var so óvanliga høgur í fjør, at tað er undranarsamt.

Hetta staðfestir Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón. Hann stúrsar við høga útgjaldið, og greiðir frá hvat hevur gjørt seg galdandi.

- Í fjør rindaðu vit meiri enn tvífalt so nógv, sum vit hava rindað í miðal um árið, síðani Betri Pensjón varð stovnað. Og vit rindaðu meiri enn tvífalt so nógv, sum í fyrraárið. Tað sigur mær, at óvanliga nógv fólk fóru foldum frá á ungum árum í fjør. So nógv, at tað er undranarvert, vísir Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón, á.

Seinastu árini hevur útgjaldið fyri lívstryggingar í miðal verið 8-10 milliónir. Tað hevur ligið nøkulunda javnt ár um ár. Men í fjør var útgjaldið góðar 20 milliónir krónur. 

- Lat meg sláa púra fast, at endamál okkara júst er at hjálpa fíggjarliga, tá ið fólk koma út fyri tí ringasta. Tað er tí, tey tekna sær lívstrygging. Men vit mugu undrast á tað ómetaliga høga talið av fólki undir pensjónsaldur, sum í fjør fóru um sýn. Spurningurin er, um hetta var eitt einstakt óvanligt ár, ella um hetta er eitt tekin um eina nýggja gongd, sigur Helgi L. Petersen í tíðindaskrivinum.

Ársúrslitið var eitt hall á tíggju milliónir

Tó at Betri Pensjón veitir tryggingar fyri sjúku, óarbeiðsføri og deyða, so er høvuðsvirksemið kortini at umsita pensjónir. Eisini á hesum økinum var árið serligt. 

- Allur íløgumarknaðurin er sera ávirkaður av høgari inflatión, rentuhækkingum og kríggi. Tað eru vit og úrslit okkara eisini. Kortini hava vit staðið okkum væl í 2022 samanborið við onnur líknandi feløg, sigur Helgi L. Petersen.

Jaligari tøl hava tó verið at sæð higartil, og ein vøkstur er ávegis sigur stjórin:

- Tíbetur síggja fyrstu tølini í 2023 betri út. Vit hava sæð, at tølini eru vend frá at vera negativ til at vera positiv, og harvið hava vit tilskrivað kundunum positiv avkast á knøpp 2 prosent í miðal fyrsta ársfjórðing í 2023. 

Ársúrslitið hjá eftirlønar- og lívstryggingarfelagnum eftir skatt var eitt undirskot á 10,2 milliónir. 
Tryggingar- og pensjónsgjøldini vóru 192 milliónir. Eginognin hjá Betri Pensjón er 71,1 milliónir.

Hini tølini sum víst verða á: 

Avkast hjá kundum í miðal: -9,6%
Íløguogn hjá kundum við árslok: 1.695 milliónir
Solvensdekningur: 258%

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2023

5

Størv

Sjúkrarøktarfrøðingur til Fyribyrgjandi Heimavitjanir

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Lærarar til Miðnám í Suðuroy

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

1. og 2. stýrimaður til Smyril Line

Meira Umsóknarfreist:

Starvsfólk til køkin á Vesturskin

Meira Umsóknarfreist: 17. november 2024

Heilsuhjálparar til Heimarøktina í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Lærlingur til KT Landsins á Gjaldstovuni

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024
6 Leygardagur 15. apríl 2023

Skuld landskassans rentað við 0,7 prosentum í miðal í fjør

Lánini, sum landskassin fer at taka í ár verða munandi harðari rentað, skrivar Landsbankin

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Rentan, sum Føroyar í miðal rindar fyri síni lán, er nógv minkað síðani 2011, og var við ársenda 2022 0,7 prostnt. Væntast kann tó at miðalrentan, sum landskassin skal rinda fyri sína skuld fer at hækka næstu árini, nú tjóðarbankarnir hava sett rentuna munandi upp.

[object Object]

Stabbamyndin vísir miðalrentuna við ársenda, sum landskassin rindar av láns­bræva­skuldini. Í 2022 rindaði landskassin í miðal 0,7 prosent í rentu av sínum lánum, sum við ársenda 2022 høvdu eitt marknaðarvirði á 3,5 milliardir krónur Rentan, sum Føroyar í miðal rinda fyri síni lán, er nógv minkað síðani 2011, tá landskassin í miðal rindaði gott 3 prosent í rentu av síni skuld.

Væntast kann, at miðalrentan, sum landskassin skal rinda fyri sína skuld fer at hækka næstu árini. Landskassin rindaði í juni 2022 eitt lán aftur á 1,3 milliardir krónur. Hetta var gjørt við, at landskassin tók ein nýtt lán á 1,1 milliard krónur, og rindaði 200 milliónir krónur aftur av skuldini av tøka gjaldførinum. Rentan á nýggja láninum er 1,25 prosent, og lánið er eitt tvey ára lán.

Næsta lán hjá landskassanum fellur til gjaldingar í juni í ár, og er 550 milliónir krónur stórt. Umframt endurfíggingina av teimum 550 milliónunum, er neyðugt at taka upp til 350 milliónir krónur afturat í láni. Hetta fyri at taka atlit at, at minstagjaldførið í 2023 er vaksið við 350 milliónum krónum. Væntst kann, at rentan á hesum nýggja lánið verður væl hægri, allarhelst millum 3 og 4 prosent.

Hóast bruttoskuldin við hesi eyka lántøku økist, so er nettoskuld landskassans tó enn tann sama, tí gjaldføri landskassans økist samstundis. Sannlíkt er tí, at landskassin fremur lántøku á upp til 900 milliónir krónur í vár. 

Kelda: Landsbanki Føroya


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2023

7
Leygardagur 15. apríl 2023

Nógvur svartkjaftur sunnanfyri

Jákup Sverri gjørdi fyri páskir ekkókanningar fyri at meta um svartkjaftastovnin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nógv er til av svartkjafti í føroyskum øki í ár – á leið sama støði, sum í fjør. Hetta vísa ekkókanningar av svartkjafti, sum Jákup Sverri gjørdi sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv fyri páskir.

Havstovan skrivar, at talan serliga er um 2020 árgangin, men eisini 2021 og 2019 árgangirnar. Meginparturin av fiskinum hevði gýtt. Miðallongdin var 25 sentimetrar og miðalvektin 91 gramm í kannaða økinum.

Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Niðurlondum og Spania. Endaligu úrslitini frá felags kanningunum verða tøkar, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd seinni í apríl.

Fyribilsúrslitini frá hinum rannsóknarskipunum, sum kannaðu økini longur suðuri, vístu, at gýtandi svartkjaftur var at síggja á leiðunum norður av Porcupine bankanum og fram við írsku og skotsku hellingini.

Frágreiðingin av ekkókanningunum kann lesast her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2023

8
Leygardagur 15. apríl 2023

Nummar trý á lista yvir bestu fiskavirkir í Evropa

“Fyritøkan hevur sett fleiri tiltøk í verk fyri at minka um umhvørvisávirkanina, herundir at menna buðrardygt fóður og minka um CO2-útlátið”, er millum grundgevingarnar hjá altjóða vinnumiðlinum, Inventiva

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

At føroyska alifyritøkan Bakkafrost er ein stórspælari, eisini á altjóða støði, kann síggjast í greining, sum altjóða vinnumiðilin, Inventiva, júst hevur kunngjørt yvir tær bestu fiskivinnufyritøkurnar í Evropa.

Við støði í veiðu/framleiðslu og inntøkum, hevur miðilin, ið hevur høvuðssæti í India, gjørt listan, har føroyska Bakkafrost kemur inn á triðja pláss.

Sterkast er risastóra norska ali- og fiskivinnufyritøkan Marine Harvest, ið eisini hevur eitt dótturfelag í Føroyum, og sum nú kallast Movi, er nummar eitt á listanum hjá Inventiva. Fyritøkan umsetti í 2020 fyri umleið 3,6 milliardir evrur.

Á øðrum plássi kemur spanska fiskivinnufyritøkan Pescanova, hvørs skipafloti fiskar umleið 250.000 tons um árið, og sum í 2020 hevði ein umsetning á umleið 1,1 milliardir evrur.

Ein av heimsins størstu alifyritøkum

Um fyritøkuna á triðja plássi, Bakkafrost, skrivar miðilin.

“Bakkafrost er ein føroysk alifyritøka, sum framleiðir umleið 55.000 tons av laksi um árið. Í 2020 var umsetningurin umleið 500 milliónir krónur.

Fyritøkan varð stovnað í 1968, og er síðan vaksin til at gerast ein av størstu laksaalifeløgunum í heiminum.

Bakkafrost hevur fleiri alistøðir í Føroyum, og er sterkt til staðar bæði innallands og á altjóða marknaðunum. Ein av styrkjunum hjá fyritøkuni er lyftið at arbeiða fyri burðardygd.

Fyritøkan hevur sett fleiri tiltøk í verk fyri at minka um umhvørvisávirkanina, herundir at menna buðrardygt fóður og minka um CO2-útlátið. Bakkafrost hevur eisini sett sær fyri at menna burðardyggar arbeiðsgongdir og er í samstarvi við felagsskapir fyri at fremja ábyrgdarfulla alivinnu. Umframt at hava fokus á buðrardygd, hevur Bakkafrost eisini gjørt stórar íløgur í innovatión og tøkni.

Fyritøkan hevur ment fleiri nýggjar arbeiðshættir fyri at betra um virkisføri og buðrardyggar arbeiðsgongdir, eitt nú framkomnar fóðurskipanir og eftiransingartøkni. Bakkafrost hevur eisini ment fleiri nýggjar framleiðslulinjur hesi seinastu árini, herundir virðisskapandi vørur, so sum royktur laksur og laksaburgarar.”

Hinar fyritøkurnar á topp-10 listanum hjá Inventiva yvir tær 10 betur fiskivinnufyritøkurnar í Evropa eru:

4. Grieg Seafood, Noreg. Alifyritøka. Árlig framleiðsla 100.000 tons av laksi. Umsetningur í 2020: Umleið 550 milliónir evrur.

5. Marine Harvest Scotland. Alifyritøka. Árlig framleiðsla umleið 45.000 av laksi. Umsetningur í 2020: Umleið 430 milliónir evrur

6. Royal Greenland. Fiskivinna. Umsetningur í 2020: Umleið 500 milliónir evrur.

7. Lerøy Seafood Group, Noreg. Umsetningur í 2020: Umleið 1,5 milliardir evrur.

8. Austevoll Seafood, Noreg. Umsetningur í 2020: Umleið 1,1 milliardir evrur.

9. Sirena Group, Italia. Framleiðir niðursjóvaðar vørur, mest tun. Umsetningur í 2020: Umleið 350 milliónir evrur.

10. Nueva Pescanova, Spania. Alifyritøka. Umsetningur í 2020: 1,1 milliardir evrur.

  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2023

9 Leygardagur 15. apríl 2023

Ternan fer at sigla pendulfart um Skopunarfjørð

Hasfjord, sum skuldi røkja farmasiglingina á sandoyarleiðini meðan Teistin fer í dokk, liggur við tekniskum breki

Ternan (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Teistin fer í dokk mikudagin 19. apríl, og tá verður neyðugt hjá Strandferðsluni at gera broytingar á fleiri leiðum.

Ternan fer at røkja siglingina á sandoyarleiðini, og eftir ætlan verður tað við pendulfarti frá morgni til áleið midnátt. Orsøkin er tann, at Hasfjord, ið skuldi røkja alla farmasigling á sandoyarleiðini í hesum tíðarskeiði, liggur við tekniskum breki og óvist er, nær hann kann byrja aftur í sigling, sigur Strandferðslan.

Erla Kongsdóttir fer at røkja siglingina á nólsoyar- og hestleiðini, og sostatt verða broytingar í ferðaætlanini á hesum báðum leiðum. Sam, ið annars siglur á kalsoyarleiðini, fer at sigla farmasigling á nólsoyarleiðini hvønn hósdag. 

Eftir tørvi verður neyðugt at fremja aðrar tillagingar á hesum leiðum; eitt nú er neyðugt at tryggja farmaflutningin út í Hest, somuleiðis sum tað eisini er neyðugt at føra ruskbingjur v.m út og úr oynni. 

Árini frammanundan, tá Teistin hevur verið í dokk, hevur Hasfjord tryggjað allan farmaflutning og flutning av vandamiklum góðsi til og úr Sandoynni. Hetta fer ikki at bera til, nú Hasfjord liggur við tekniskum breki, og tí má Ternan einsamøll taka sær av ferðafólka- og farmaflutningi. Ternan tekur 12 persónsbilar og 2 stórar bilar.

Teistin siglur fram til middags mikudagin 19. apríl og fer síðani í dokk. Ternan siglur báðar teir fyrstu morguntúrarnar og farmatúrin á nólsoyarleiðini og fer síðani á sandoyarleiðina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2023

10 Leygardagur 15. apríl 2023

Forskúlin í Trongisvági eitur Gluggin

Skipað varð fyrr í ár fyri navnakapping til forskúlan, og tað bleiv Randi Kúrberg, sum átti vinnandi uppskotið

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tvøroyrar Kommuna skipaði fyrr í ár fyri navnakapping til forskúlan, sum byrjar í Trongisvági eftir summarfrítíðina.

Tá freistin var farin 24. februar, vóru fleir enn 50 uppskot innkomin, og vinnarauppskotið bleiv Gluggin, ið Randi Kúrberg hevði í uppskotið. Randi Kúrberg, hvørs mamma er ættað og uppvaksin í Trongisvági grundgevur og lýsir navnið Gluggin soleiðis.

Navnið kom við íblástri frá staðarnavninum “Gluggarnir”, soleiðis at heitið á stovninum hevur tilknýtið til heimstaðin og nærumhvørvið og kann vera ímynd um kensluna, sum børnini hava til staðið, har tey vaksa upp og trívast. Frá dagstovninum kunnu børnini hyggja niðan á Gluggarnar og ætla sær niðaná, t.v.s. seta sær mál og røkka teimum. 

Gluggi merkir “op/hol í vegginum” ella “vindeyga”, og myndaliga sagt er tað gjøgnum gluggan, at børnini fáa eyguni upp fyri verðini, t.v.s. at tey síggja og skilja alsamt meira av lívsins viðurskiftum. Tey gerast búgvin. Gluggin er eisini mark millum tað, sum er inni og úti. Í glugganum eru tey á markinum millum trygga barnagarðslívið, sum tey kenna, og ókenda skúlalívið, sum er spennandi og avbjóðandi, men eisini ótrygt, tí tey hava ikki lært at fóta sær í nýggju verðini enn. Árið í forskúlanum Glugganum er skiftistíðin, ið skal geva børnunum frið og náði at vera á markinum, fara yvir um mark og venda aftur inn um mark. Tað er í glugganum, at tey skulu fáa eyguni upp fyri, at tað ókenda er forvitnisligt, spennandi, mennandi og læruríkt. Tey skulu fáa dirvi at tak a við avbjóðingum og royna alt tað nýggja, sum heimurin, ið letur seg upp fyri teimum, hevur at bjóða. Meðan alt hetta hendir, skulu børnini eisini kenna barnagarðslívið sum ta góðu, sterku og fløvandi vaksnamannahondina, ið leiðir tey væl yvirum, og sum tey óttaleys tora at sleppa, tá ið tey og tíðin eru búgvin til tað.

Tvøroyrar býráð samtykti í februar í fjør at byrja fyrireikingar at seta á stovn forskúla í kommununi við ætlan um at hesin kundi byrja í august í ár. Ein arbeiðsbólkur bleiv settur, sum síðani hevur fyrireika stovnsetan av forskúla í Tvøroyrar Kommunu, og í september samtykti býráði at seta á stovan forskúla, sum skuldi byrja í august 2023.

Lærari í Glugganum verður Juanita Schrøter Holm, og námsfrøðingur Karin Kristina Eysturberg.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2023

11 Leygardagur 15. apríl 2023

Etiska ráðið skipar fyri ráðstevnu um fosturtøku

Endamálið við ráðstevnuni, sum verður 19. apríl, er at hyggja at argumentum fyri og ímóti fosturtøku

Skúlin við Løgmannabreyt (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mikudagin 19. apríl skipar Etiska ráðið fyri almennari ráðstevnu um forsturtøku. 

Endamálið við ráðstevnuni, sum verður í Skúlanum við Løgmannabreyt, er at hyggja at argumentum fyri og ímóti fosturtøku, sigur Etiska ráðið í tíðindaskrivi.

– Tó at tað neyvan verður hendan ráðstevnan, sum loysir allar ósemjurnar um evnið, so vóna vit at ráðstevnan kann vera við at gera at fólk skilja argumentini á báðum síðum, og kann vera eitt íkast til at kjakið um fosturtøku er minni merkt av polarisering, sigur ráðið.

Turið Hermansdóttir hevur eina framløgu um fosturtøku, og Arni Zachariassen og Súsanna Mortensen fara at argumentera fyri og ímóti fosturtøku, og eftir ein støðg verður pallborðskjak, áðrenn sofaprát verður millum Jógvan D. Hansen og Armgarð Arge.

Ráðstevnan verður tikin upp á band, og eftir ráðstevnuna er ætlanin at brúka upptøkurnar, saman við kunnandi tilfari, Etiska ráðið framleiðir um evnið, at gera undirvísingartilfar og undirvísingargongdir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2023

12 Leygardagur 15. apríl 2023

Nýggj pantskipan væntandi løgd fyri tingið í heyst

Arbeitt verður saman við IRF og handilsvinnuni við at gera eina skipan, sum ger tað møguligt hjá borgarum at lata øll íløt inn á einum stað uttan mun til, hvar tey eru keypt, sigur landsstýriskvinnan við umhvørvismálum

Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein lóg um nýggja pantskipan verður væntandi løgd fyri tingið í heyst.

Tað segði Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum í svari til munnligan fyrispurning, sum Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin setti henni í tinginum mikudagin.

Jóhannis Joensen spurdi hvørjar ætlanir eru viðvíkjandi avbjóðingini við panti fyri fløskur og íløt í Føroyum, um ætlanin er at gera tað møguligt at selja allar fløskur á einum stað, og um ætlanin er at taka ímóti saftfløskum og øðrum fløskum, sum einki pant fæst fyri í dag.

Sambært landsstýriskvinnuni verður í løtuni arbeitt saman við IRF og handilsvinnuni við at gera eina nýggja skipan fyri handfaring av pantíløtum.

– Tað er ætlanin, at mann ger eina pantskipan, sum IRF kemur at umsita. IRF stendur fyri at heinta íløt í handlum, at sortera tey, at gjalda pant til handlarnar, at krevja pantið frá innflytarum og bryggjaríum og syrgja fyri at fáa endurnýtt tilfarið, sum kemur inn, segði hon.

Við nýggju skipanini fara allir handlar at taka ímóti øllum íløtum, sum eru pantskyldug í Føroyum, uttan mun til, hvar tey vórðu keypt, og tá skipanin er sett í verk, kann mann útbyggja hana til eisini at fevna um onnur íløt, sum pant ikki fæst fyri í dag. Møguliga verður eisini gjørligt at lata handlunum fløskur frá rúsdrekkasøluni, so alt kann latast inn á einum stað, segði landsstýriskvinnan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2023

13 Leygardagur 15. apríl 2023

Nevndin í Lærarafelagnum heldur fram

Eingi nýggj bjóða seg fram til nevndina, og tí heldur hon fram óbroytt. Aðalfundur verður síðst í apríl

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tá ið freistin at stilla upp til nevndina var úti leygardagin, vóru tvey uppskot komin.

Síðst í hesum mánaðinum, tann 29. apríl, verður aðalfundur í Føroya Lærarafelag. Á skránni er eitt nú nevndarval. Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð, og Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum, standa fyri vali. Bæði bjóða seg fram aftur. Eingi onnur bjóða seg fram; sostatt heldur nevndin fram. Jona Højsted hevur verið kassameistari farnu tvey árini; hon hevur verið í nevndini í seks ár. Bergur Samuelsen kom í nevndina í fyrraári.

Umframt Jacob Eli S. Olsen, sum er formaður, eru Tórhallur við Gil, næstformaður, Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur, Jona Højsted, kassameistari, og Bergur Samuelsen, skrivari. Tveir tiltakslimir skulu veljast. Hesi stilla upp á aðalfundinum.

Aðalfundurin verður á Hotel Føroyum. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum, er gestarøðari og Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags verður handað.

Sama dag er eisini árligi limafundurin í Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags. Harumframt verður vinnarin av Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags 2023 kosin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2023

14 Leygardagur 15. apríl 2023

Jacobina Kristiansen staðið ph.d.

– Samanumtikið kunnu vit staðfesta, at reglulig háorku interval venjing hjá fólkum við hjartaæðrasjúku er trygg. Harafturat betrar venjingin um konditión og lívsgóðsku

(Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Týsdag seinnapart stóð Jacobina Kristiansen væl og virðiliga sína ph.d.-verju á Aarhus Universitetshospitali.

Ritgerð hennara eitur "Effect of exercise training on platelets, coagulation and fibrinolysis in patients with stable coronary artery disease", og Jacobina hevur verið knýtt at Landssjúkrahúsinum, Fróðskaparsetri Føroya, Aarhus Universitetshospitali og Aarhus Universiteti undir lestrinum.

Í samandráttinum av ritgerðini, ið fevnir um fýra vísindaliga greinar, stendur m.a:

– Samanumtikið kunnu vit staðfesta, at reglulig háorku interval venjing hjá fólkum við hjartaæðrasjúku er trygg. Harafturat betrar venjingin um konditión og lívsgóðsku. Akutt hørð venjing kveikir blóðplátu funktiónina, men eisini systemið, sum upploysir blóðtøppar. Tað sær ikki út til, at broytingar í blóðplátum og blóðstorknan kunnu forklára ágóðarnar av regluligari venjing hjá fólkum við hjartaæðrasjúku.

Andmælingar vóru Ulrik Dalgas, professari á Aarhus Universiteti, Bente Klarlund Pedersen, professari á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, og Ingebjørg Seljeflot, professari á Oslo Universitetshospitali.

Vegleiðarar hava verið Anne-Mette Hvas og Steen D. Kristensen, professarar á Aarhus Universiteti, Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og Erik L Grove, lektari á Aarhus Universitetshospitali.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2023

15 Leygardagur 15. apríl 2023

Heimskend sushimatstova latið upp í SMS

Sushi-matstovuketan Sushi Daily lat í vikuni eina deild upp í Føroyum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var ein søguligur dagur í SMS mikumorgunin, nú heimskenda sushi-matstovuketan Sushi Daily lat eina deild upp í SMS.

Tað var koreanska Kelly Choi, sum á sinni stovnaði Sushi Daily. Hon var flutt til Fraklands við dreyminum um at gera mótasniðgevi, men tá ið hetta ikki eydnaðist, skrivaði hon til risastóru fronsku handilsketuna Carrefour, og eitt sindur óvæntað fekk hon loyvi til at gera sushi inni í matvøruhandlinum, meðan maður hennara deildi út smakkiroyndir og seldi sushi.

Í dag hevur Sushi Daily fleiri enn 1.000 deildir í 11 ymiskum londum í Evropa, og nú verða Føroyar so eisini ein partur av heiminum hjá navnframu sushi-ketuni.

Best í heiminum
Sushi Daily strembar eftir at bjóða bestu góðskuna av sonevndum “Happily Handmade Sushi” á viðkomandi staðsetingum kring Europa. Sølustøðini hjá ketuni eru smáir heimar av skapanargleði, har teirra dugnaligu serfrøðingar gera frískt og lekkurt sushi beint framman fyri.

Øll søgan handan Sushi Daily byrjaði við einum lyfti. Eitt lyfti, sum bleiv givið av stovnaranum Kelly Choi til hennara mentor, sushimeistaran Yamamoto-San. Hon lovaði honum, at atkoman og góðskan skuldu ganga hond í hond, og at Sushi Daily altíð skuldi stremba eftir at gera besta sushi í heiminum.

Tað sermerkta við Sushi Daily í SMS er, at her er talan um eina veruliga matstovu, meðan tað í allarflesti førum aðrastaðnis er talan um sølustøð heldur enn matstovur. Men tað er eisini møguligt at bíleggja á netinum á síðuni www.sushidaily.fo og heinta á matstovuni í SMS.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2023

16 Leygardagur 15. apríl 2023

Grunnur veitir 3,4 mió. í lønum og stuðli

Samanlagt 152 umsóknir vóru hesaferð - 29 fingu játtandi svar

Filmsmaðurin Gudmund Helmsdal, ið millum annað hevur virkað sum framleiðari og arbeitt við stórum verkætlanum sum James Bond og Peter Pan í Føroyum, fær starvsløn í eitt heilt ár frá Mentanargrunninum (Mynd: Klara Johannesen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nú er greitt, hvørji fáa starvsløn og íverksetanarstuðul frá Mentanargrunni Landsins fyri 2023.

Hetta er nakað, ið verður latið á hvørjum ári, og hesaferð fekk grunnurin 133 umsóknir um starvsløn og 19 umsóknir um íverksetanarstuðul. Søkt varð um knappar 19 milliónir krónur tilsamans.

Grunnurin hevði í ár møguleika at lata samanlagt góðar 3,4 milliónir til starvslønir og íverksetanarstuðul. Í hesum umfari fingu 25 umsøkjarar starvsløn, meðan fýra fingu íverksetanarstuðul.

Gudmund Helmsdal er tann einasti, ið fekk játtað starvsløn fyri eitt fult ár. Hann hevur arbeitt við fleiri frambrotum inn føroyska filmsvinnu. Trý fólk fáa fyri eitt hálvt ár, sjey umsøkjarar fáa fyri fýra mánaðir og 14 fyri tríggjar mánaðir. Tilsamans vóru 100 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2023 

- Tá starvslønir verða latnar, tekur nevndin støði í upplýsingum í sjálvari umsóknini og ásetingum í kunngerð nr. 109 §4: Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði. 

Stk. 2. Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og sum eftir nevndarinnar meting er av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum. 

Nevndin í Mentanargrunni Landsins avgjørdi á fundi tann 30.mars 2023 at veita starvsløn til hesar umsøkjarar.

Starvslønir 2023:

12: mánaðir: Gudmund Helmsdal 12 mðr.
6 mánaðir: Dánjal Dam á Neystabø, Marjun Syderbø Kjelnæs, Mattias Kapnas

4 mánaðir: Helle Thede Johansen, Heri Joensen, Ingun Christensen, Jens Dam Ziska, Torfinnur Jákupsson, Tóta Árnadóttir, Unn Paturson, 

3 mánaðir: Arnold Ludvig, Barbara Lervig, Beinir Troest Rasmussen, Gunnvá Zachariasen, Joel Cole, Jógvan Isaksen, Lena Nicolajsen, Marianna Hoydal, Rigmor Dam, Rógvi Rasmussen, Snorri Brend, Trygvi Danielsen, Uni Debess, Vár Berghamar Jacobe

Grunnurin fekk 19 umsóknir til íverksetan. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við sínum skapandi listaarbeiði. Stuðulin er 75.000 krónur, og kann bert latast sama umsøkjara tvær ferðir.

Nevndin hevur gjørt av, at lata hesum umsøkjarum íversetanarstuðul hesaferð:

Heðin Ziska Davidsen (tónlist)
Eyði Højsted Horsdal  (tónlist)
Rannvá G. Niclasen (dansur)
Jákup Veyhe (tónlist)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2023

17 Leygardagur 15. apríl 2023

Aggrasoppar og Tormóður vunnu fyrsta Sement-umfar

Annað umfar í Sement tónleikakappingini verður í kvøld

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Aggrasoppar og Tormóður komu víðari í tónleikakappingini Sement í Reinsaríinum farna leygarkvøld.

Um Aggrasoppar søgdu dómararnir millum annað, at konseptið var gjøgnumført, bæði musikalskt og visuelt.

Tormóður fekk skotsmálið, at bólkurin hevði stýr upp á sítt sound, og konseptið var sannførandi.

Seks bólkar og einstaklingar vóru við í umfarinum leygarkvøldið. 

Tey vóru Aggrasoppar, Volapück, Nafro, Simona, Brak og Tórmóður skrivar heimasíðan hjá Kringvarpinum. 

17 bólkar og einstaklingar eru við í Sement. Tey eru í trimum undanumførum.

Næsta umfar verður í kvøld, 15.apríl.

Eisini hetta verður sent í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Finalan verður 29.apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2023

18 Leygardagur 15. apríl 2023

Bøkur latnar Kvinnuhúsinum

Føroyar lesa hava verið á gátt í Kvinnuhúsinum. Endamálið var at lata Kvinnuhúsinum eitt úrval av bókum til kvinnur og børn, sum gista á Kvinnuhúsinum

Eilen Anthoniussen frá Føroyar lesa og Frida Jóanesarson Dam, ráðgevi í Kvinnuhúsinum (Mynd: Føroyarlesa.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kvinnuhúsið hýsir á hvørjum ári umleið 12 kvinnum og 11 børnum, sum kunnu vera búgvandi upp til seks mánaðir. Tí hevur Føroyar lesa gjørt av at lata Kvinnuhúsinum eitt úrval av bókum at stytta sær um stundir við. Hóast Kvinnuhúsið fær nógva hjálp frá hjálparfelagsskapum og stovnum, kemur tað væl við at bókahillarnar fáa eina innspræning av nýggjum og viðkomandi bókum.

- Vit eru fegin um alla ta hjálp, vit fáa. Í seinastuni hava vit tó saknað nýggjari og meira viðkomandi bøkur til kvinnur og børn, ið gista hjá okkum. Tí koma hesar bøkurnar sera væl við, og tær eru væl móttiknar. Serliga væl umtókt er myndabókin Mín fyrsti bóndagarður, sigur Frida Jóanesarson Dam, ráðgevi í Kvinnuhúsinum.

Hon greiðir frá, at tað fyrst og fremst eru kvinnur, ið leita sær á Kvinnuhúsið, men at tað javnan eru børn við.

- Tey størru børnini sita ofta og lesa sjálvi, men vit starvsfólk lesa eisini saman við teimum smáu. Okkara uppgáva er at vera saman við mammuni um børnini. Og her kann bókin vera ein stór hjálp til at skapa samband við børnini. Og so er tað at lesa eisini týdningarmikið fyri at venja orð og at seta orð á myndir.

Tað er ikki ein sjálvfylgja, at børnini hava góðar førleikar í føroyskum, tí ein partur av kvinnunum, ið leita sær hjálp á Kvinnuhúsinum, eru útlendskar kvinnur. Tí er bókapakkin frá Føroyar lesa samansettur av bókum til fleiri aldursbólkar. Til børnini er eitt úrval av myndabøkum og søgum til børn, sum kunnu tillagast aldri og málførleika. Til kvinnurnar eru skaldsøgur og bindibøkur at finna í bókapakkanum.

- Tíðin kann fella teimum long, meðan tær búgva á Kvinnuhúsinum og bíða eftir at finna annan bústað, og tann tíðin fer ofta við at lesa bløð og bøkur. Tí er gott við einum størri úrvali at bókum at velja í.

Tað eru Bókadeild Føroya Lærarafelags og Sprotin, ið hava latið bøkurnar til Kvinnuhúsið.

Á Kvinnuhúsinum starvast trý starvsfólk í føstum starvi. Harumframt eru 35 sjálvbodnar kvinnur knýttar at Kvinnuhúsinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2023

19 Leygardagur 15. apríl 2023

Føroysk bókaframløga í London

Í sambandi við, at "Hinumegin er mars" eftir Sólrún Michelsen kemur út í enskari týðing, skipar FarLit og føroyska sendistovan í London saman við Francis Boutle Publishers fyri forkunnugari bókaframløgu í Swedenborg Hall í London 19. apríl

Sólrun Michelsen (Mynd: Klara Johannesen/FarLit)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein føroysk skaldsøga kemur út í enskari týðing, men "Hinumegin er mars" eftir Sólrún Michelsen kemur nú út í Onglandi.

Marita Thomsen hevur týtt bókina, og enska heitið er "On the other side is March". Forlagið Francis Boutle Publishers gevur bókina út.

Í sambandi við útgávuna skipar FarLit og føroyska sendistovan í London saman við Francis Boutle Publishers fyri bókaframløgu í Swedenborg Hall í London 19. apríl kl. 19.

Til bókaframløguna verður ein samrøða við rithøvundin og týðaran. Jóhanna Heðinsdóttir Wolles, samskipari í FarLit, prátar við Sólrún og Maritu um bókina og um at týða føroyskan skaldskap. Tær báðar fara eisini at lesa brot úr bókini á ávikavist føroyskum og enskum. At enda fer føroyski tónleikarin Dan Olsen at framføra nøkur løg. Eftir framløguna verður ein móttøka.

"Hinumegin er mars" er ein poetisk lýsing av tí at eldast og bókin leggur dent á týdningin av at steðga á og njóta løtuna. Frásøgukvinnan í skaldsøguni er miðskeiðis í trýssunum og sannkennir av álvara, at tann stytsti teinurin í lívinum er eftir. Sagt verður frá mammuni, sum er á ferð úr lívinum, og samstundis í brotum, hvussu tilveran hevur verið fyri hana og dóttrina. Teksturin skiftir ímillum samrøðu, flashbacks og hugleiðingar hjá frásøgukvinnuni, flættað saman við brot úr sálmum, kvæðum og sangum.

Sólrún Michelsen er fødd í 1948. Hon fekk Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs í 2002 og Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens í 2008. "Hinumegin er mars" var tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015. Nýggjastu bøkurnar hjá Sólrún eru tær tríggjar bøkurnar í røðini "Nornan spinnur", sum viðger kvinnulív í Føroyum seinast í 19. øld.

Marita Thomsen er uppvaksin í Føroyum, men býr í Onglandi og hevur arbeitt sum týðari í mong ár. Hon týðir úr føroyskum og sponskum til enskt og hevur týtt alt frá yrkingasøvnum til barnabøkur. Marita býr í Keele við familjuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2023

20 Leygardagur 15. apríl 2023

Eurovision vælumtókt í Ísrael

Føroyski Eurovision-luttakarin, Reiley, gjørdi inntrykk tá hann var við á Israel Calling-tiltakinum

Reiley saman við Dan Oryan
SkrivaÐ:

Orð og myndir: Jákup Bech Jensen

(Tel Aviv): - Eurovision hevur altíð verið sera væl umtókt í Ísrael. Eg minnist, tá ið vit bert høvdu eina sjónvarpsrás, tá hugdu so gott sum øll eftir sendingini. Enn í dag, hóast at tað er so nógv annað at síggja, eru tað sera mong í Ísrael, sum trúliga fylgja við Eurovcision.

- Vit eru ein kappingarsinnað tjóð, so vit vilja vinna, sigur Dan Oryan og leggur afturat, at hann heldur, at Eurovision hevur knýtt Ísrael tættari at Europa.

- Ísrael er eitt fólkaveldi, og tað er júst frælsi, sum vit leggja dent á við hesi kapping.

- Tá ið okkum dámar so væl Eurovision, valdu vit fyri nøkrum árum síðani at skipa fyri tiltakinum Israel Calling, har luttakarar sleppa á pallin undan sjálvum Eurovision tiltakinum, greiðir Dan Oryan frá.

Sendimaðurin, sum ikki altíð hevur bæði beinini á jørðini, var fimleikari á ungum árum.

- Eg vandi miðvíst, og málið var, at eg ein dag skuldi gerast heimsmeistari.

Nú er Dan 57 ára gamal og málið er ikki longur at gerast heimsmeistari, men at hjálpa børnum við serligum tørvi.

- Eg var varasendimaður í Keypmannahavn í fimm ár. Í hesum sambandi hoyrdi eg um Føroyar. Eg havi hoyrt um vøkru náttúruna, vinarliga fólkið og nógvar góðar matstovur. Eg vóni at vitja í Føroyum um ikki ov langa tíð, kanska í samband við vælgerandi arbeiði fyri børn við serligum tørvi, sigur Dan.

[object Object]

Framførðslan hjá Reiley var einastandandi!

- Framførðslan hjá Reiley var einastandandi. Eg haldi, at tað ávirkaði meg, at vit fingu møguleika at tosa saman dagin áðrenn, og eisini tí at Reiley var so skjótur at bjóða seg fram at brúka eina løtu saman við børnum við serligum tørvi, sigur Dan Oryan við einum stórum smíli. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2023

21 Leygardagur 15. apríl 2023

Pinkubørn boðin til teknoveitslu

Komandi vikuna verður afturvendandi festivalurin Frítt Flog fyri børn og ung í Norðurlandahúsinum

(Mynd: AdeY)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á skránni til afturvendandi festivalin til børn og ung, Frítt Flog í Norðurlandahúsinum, er m.a. dansiframsýningin Untz Baby Untz, har pinkubørn og smábørn – millum seks mánaðir og tvey ár – verða boðin til dans við teknotónleiki.

Framsýningin fagnar tað villa, tað klikkaða og glaða í okkum, og tekur børnini við inn í ein heim við litum, rørslum, royki og neonljósum.

Frítt Flog verður í døgunum 15. til 23. apríl við einari breiðari skrá – frá kompostverkstovu og ljóðframsýning til tannáringasjónleik og konsert við Sigurd Barret og Føroya Symfoniorkestri.

Untz Baby Untz verður 21. apríl klokkan 9 og 10.30 og 22. apríl, klokkan 10 og 11.30. 

Skráin fyri dagarnar sæst á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. Skrá til skúlar og dagstovnar sæst her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2023

22 Leygardagur 15. apríl 2023

Næstheitasti mars mánaðurin nakrantíð

Meðan vit í Føroyum og restini av Norðurevropa upplivdu ein kaldan mars mánað, var fyri allan heimin sum heild talan um tann næstheitasta nakrantíð

Hitabylgja í Avstralia (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Meðan vit í Føroyum upplivdu ein óvanliga kaldan mars mánað, var fyri allan heimin sum heild talan um tann næstheitasta mars mánaðin, sum nakrantíð er máldur, skrivar evropeiska veðurlagstænastan Copernicus sambært TV2.

Fyri allan heimin var talan um ein miðalhita á 0,51 stig heitari enn vanligt fyri tíðarskeiðið 1991-2020, ið er umleið sami miðalhiti sum í mars 2017, 2019 og 2020.

Tað er bert mars 2016 sum var heitari enn mars í ár.

Sambært Copernicus var miðalhitin í Suður- og Miðevropa heitari enn miðal í mars, meðan tað var kaldari í meginpartinum av Norðurevropa.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2023

23 Leygardagur 15. apríl 2023

Nýggja vísindasiðsemisnevndin tilnevnd

Skal ráðgeva í vísindasiðsemiskum spurningum hetta valskeiðið

Aftast frá vinstru: Hilmar Augustinussen, Margit Stórá, Poula Reinert Petersen, Gunnhild Helmsdal, Kári Purkhús og Jan Rasmussen. Fremst f.v. Sólja í Ólavsstovu, Ann E. Østerø, Armgarð Arge, Oluf Færø, Jens Andreassen og Jóhanna Petersen (Mynd: Heilsumálaráðið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum, hevur tilnevnt nýggja vísindasiðseminevnd.

Í sambandi við, at nýggja nevndin byrjar sítt virkið, varð skipað fyri fundi í Heilsumálaráðnum í gjár, har landsstýriskvinnan heilsaði upp á nýggju nevndina, og fráfarandi nevndin kunnaði um arbeiðið í nevndini.

- Eg takki fráfarandi nevndarlimunum Ann E. Østerø, Armgarð Arge, Jens Andreassen og Oluf Færø fyri teirra arbeiði í vísindasiðseminevndini. Somuleiðis fegnist eg um, at nýggja nevndin er sett, og at møguleiki er fyri at nakrir av nevndarliminum kunnu sita eitt valskeið afturat. Hetta er týdningarmikið fyri at tryggja at góða arbeiðið og arbeiðslagið í nevndini heldur fram. Eg ynski nýggju nevndini alt tað besta í arbeiðinum, segði Margit Stórá.

Endamálið hjá Vísindasiðseminevndini er at tryggja, at heilsuvísindaligar granskingarverkætlanir eru skipaðar á vísindasiðsemiligum tryggum grundarlagi. Sum grundregla, skulu rættindi og tryggleiki hjá royndarpersónum takast framum vísindalig og samfelagslig áhugamál í heilsugransking.

Uppgávan hjá vísindasiðseminevndini er at meta um og geva loyvi til at seta granskingarverkætlanir í verk í Føroyum.

Minst sjey limir skulu vera í nevndini. Tríggir limir skulu vera fakfólk við granskingarroyndum innan heilsuvísind, og fýra limir skulu vera leikfólk.

Sambært lógini um vísindasiðseminevndina, skal nevndin veljast av nýggjum eftir hvørt løgtingsval. Nevndin verður vald fyri fýra ár í senn, svarandi til løgtingsvalskeiðið.

Hesi manna Vísindasiðseminevndina:

Jóhanna Petersen, cand. med. PhD, yvirlækni
Jan Rasmussen, cand. med. PhD, yvirlækni
Gunnhild Helmsdal, cand. med. Kommunulækni

Sólja í Ólavsstovu, løgfrøðingur
Hilmar Augustinussen, KT-serfrøðingur, limur í Sjúklingaráðnum og Alzheimerfelagnum
Poula Reinert Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur
Kári Purkhús, lívfrøðingur

Tey fyrstu trý nevndu, eru vald eftir tilmæli frá Læknafelagnum, meðan landsstýriskvinnan hevur valt tey síðstu fýra á listanum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2023

24 Leygardagur 15. apríl 2023

Nýggjur stjóri í FarPay

Sámal Samuelsen fer frá sum stjóri, og danin Rasmus Overbeck Christensen tekur yvir. Farpay skal styrkja sítt virksemi uttan fyri Føroyar enn meira

Rasmus Overbeck Christensen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nevndin í FarPay hevur sett út í kortið at styrkja virksemi uttan fyri Føroyar enn meira, eftir at danska dóttirfelagið tvey ár á rað er kosið “Børsen Gazelle”, ið er ein viðurkenning fyri økt virksemi.

Nevndin hevur í hesum sambandi tikið avgerð um at seta danan Rasmus Overbeck Christensen sum nýggjan stjóra.

Rasmus Overbeck Christensen, ið er 49 ára gamal, hevur meira enn 20 ára royndir innan strategiska marknaðarføring í størri fyritøkum, sum t.d. Milestone Systems, Simcorp og Dansk Industri. Høvuðsuppgávan hjá nýggja stjóranum verður at menna vøksturin á danska marknaðinum enn meira við at styrkja um sølu og marknaðarføring, og at menna bygnaðin í fyritøkuni.

Nýggi stjórin skal harumframt verða við til at fyrireika FarPay at fara inn á nýggjar marknaðir, t.d. onnur Norðurlond og DACH-londini.

Sámal Samuelsen, sum er føroyingur búsitandi í Danmark, hevur røkt starvið sum stjóri í FarPay síðani 2019.

- Nevndin í FarPay er fegin um at Rasmus Overbeck Christensen hevur tikið av starvinum sum nýggjur stjóri í FarPay, við tí endamálið at styrkja fyritøkuna enn meira, herundir gjøgnum framhaldandi menning av vøkstrinum á danska marknaðinum, og menning av bygnaðinum í felagnum. Nevndin metir, at Rasmus Overbeck Christensen hevur røttu førleikarnar til at loysa uppgávurnar, eins og til at fyrireika FarPay til at at fara inn á nýggjar marknaðir, t.d. onnur Norðanlond og DACH-londini, og gleðir seg til samstarvið við Rasmus Overbeck Christensen, sum byrjar í starvinum tann 1. mai 2023, sigur Jóhannus Egholm Hansen, nevndarformaður í FarPay Sp/f og FarPay ApS.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2023

25 Leygardagur 15. apríl 2023

Bila-eigari rættarsøkir Tesla

Bilaframleiðarin verður ákærdur fyri at misbrúka myndir frá myndatólunum í bilunum

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Amerikanski Tesla-bileigarin Henry Yeh frá San Francisco hevur nú reist rættarmál móti amerikanska framleiðaranum av Tesla fyri ósketni, fals og brot á friðin hjá tí einstaka.

Hetta hendir eftir skuldsetingar um, at starvsfólk hjá Tesla hava hildið eygað við kundum sínum gjøgnum myndatólini í elbilum teirra. Tað skrivar AFP-tíðindastovan.

Málið kemur eftir at Reuters tíðindastovan avdúkaði, hvussu starvsfólk hjá Tesla hava fingið atgongd til videoupptøkur úr myndatólunum, ið liggja i Tesla-bilunum.

Upptøkunur av Tesla-kundum í “privatum og pínligum støðum”, eru, sum skilst, deildar millum starvsfólk til undirhalds.

AFP hevur biðið Tesla um viðmerking, men fyritøkan hevur ikki svarað. Felagið lat heldur ikki við seg koma í sambandi við avdúkingarnar frá Reuters.

Søgan hjá Reuters byggir á samrøður við níggju fyrrverandi starvsfólk hjá Tesla.

Tey hava greitt frá um videoupptøkur, sum hava verið í umferð millum starvsfólk. Eitt nú av einum naknum manni, sum gongur yvir móti bili sínum.

Eisini eitt filmsbrot av einum Tesla-bili, ið rakar eitt barn á súkklu hevur verið í umferð á skrivstovuni hjá felagnum í Silicon Valley í Kalifornia.

Starvsfólkini skuldu eisini havt brúkt myndir av kelidjórum hjá Tesla-eigarum til at gera ‘memes’ – skemtimyndir við teksti – ið vórðu deild á bólkakjattum.

Tesla brúkar, sambært fyritøuni sjálvari, dátur frá bilinum og myndatólunum til at menna og betra sínar bilar. Eisini verða myndirnar brúktar til at menna evnini hjá Tesla-bilunum til sjálvir at koyra, skrivar Ritzau.

Bilaeigarararnir skulu ikki geva játtan til at dáturnar verða brúktar.

Í privatlívspolitikkinum hjá Tesla skrivar felagið, sambært Reuters, at myndaupptøkurnar frá bilunum, vera verðandi anonymar.

Eitt av fyrrverandi starvsfólkunum hevur greitt Reuters frá, at summar av upptøkunum eru gjørdar, meðan bilurin var sløktur, skrivar Ritzau.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2023

26 Leygardagur 15. apríl 2023

Havbotnurin goymir virðismikil mineral

Jarðfrøðingar hava einamest havt eyguni eftir undirgrundini, og hvat tilfeingi, eitt nú kolvetni, er at finna í henni. Men sjálvur havbotnurin er eisini áhugaverdur, tá ið hugsað verður um tilfeingi av ymiskum slag

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Á tí føroyska landgrunninum hava tey á Jarðfeingi í fleiri førum fingið fatur á grótroyndum, ið vísa, at ymisk málmmineral eru at finna.

Hetta sigur Uni Árting, jarðfrøðingur á Jarðfeingi. Hann vísir á, at Jarðfeingi hevur í eina tíð hugt nærri uppá hesi havbotnsmineral og hevur eisini í hyggju fleiri verkætlanir komandi árini, ið skulu umfata fleiri kanningar og nærri kortlegging av havbotninum við atliti til havbotnsmineral.

[object Object]Málmríkur havbotnur, sokallað manganskorpa av føroyska landgrunninum. Hesin steinur vigar áleið 40 kilo, og inniheldur umleið 2,5 kilo av mangan (Mn)

[object Object]Tvørskurður av manganskorpu av føroyska landgrunninum. Myrku løgini eru málmrík, og verða úrskild á havbotninum

Landgrunsmørk hava havt stóran týdning fyri eitt olju- og gassvirksemi í mongum londum. Men undirgrundin og havbotnurin goyma eisini týðandi mineral, sum fleiri lond, eitt nú Noreg, varpa ljós á.

Kanningar verða gjørdar í okkara næsta grannalag, har norskir myndugleikar nú miðvíst eru við til at rudda slóð fyri eini heilt nýggjari vinnu. Hesi havbotnsmineral finnast kring allan heim, meira summa staðni og minni aðrastaðni. Kanningar higartil vísa, at norskur havbotnur í djúphavinum goymir sera stórar nøgdir av hesum mineralum oftani nevnd manganskorpa.

Spurningurin um føroyska landgrunnin og havbotnin kann avgjørt eisini tengjast uppí málið um manganvinnu. Hóast føroyskir embætismenn og serfrøðingur longu hava vunnið Føroyum rættin til undirgrund og havbotn norðan fyri Føroyar eins og millum Føroyar og Bretland, so restar enn í at gera av, hvør eigur rættin til stóru økini sunnan fyri Føroyar. Hetta er m.a. tað, sum landgrunsnevndin hjá ST arbeiðir við og harvið iesini Martin Heinesen saman við føroykum myndugleikum annars.

[object Object]

Orkan. fo hevur spurt Una Árting á Jarðfeingi, ið m.a. arbeiðir við havbotnsmineralum, hvussu er stætt við føroyskum havbotni og undirgrund, tá talan er um at leita eftir og finna mineral av ymsum slag.

Uni Árting:

- Tað er eyðsæð, at djúphavið, havbotnurin og undirgrundin enn goyma nógvar óloystar vísindaligar gátur, eins og ótroyttar møguleikar.

Jarðfrøðingar hava einamest havt eyguni eftir undirgrundini, og hvat tilfeingi, eitt nú kolvetni, er at finna í henni. Men sjálvur havbotnurin er eisini áhugaverdur, tá ið hugsað verður um tilfeingi av ymiskum slag. Á tí føroyska landgrunninum, hava vit á Jarðfeingi, í fleiri førum fingið fatur á grótroyndum, ið vísa á, at ymisk málmmineral eru at finna, sokallaði havbotnsmineral.

Havbotnurin á føroyska landgrunninum er vorðin kannaður í fleiri førum, eitt nú í 1975 við J. C. Svabo, seinni í 1987 við Magnusi Heinason, og uppaftur seinni við boriskipi í 2004. Hesar kanningarferðir hava verið partur av at lýsa havbotnin, og samstundis havt tað endamál at savna dátur, sum nú eru partur av krøvunum hjá Føroyum at vinna rættin til landgrunnin uttan fyri 200 fjóðringar.

Felags fyri hesar kanningarferðir er, at einstakar grótroyndir hava víst á, at havbotnsmineral eru at finna í ávísum økjum á havbotninum. Her hevur verið talan um sokallaðar dredge-royndir og boriroyndir av havbotninum.

Havbotnsmineral er felagsheiti fyri tey sulfidmineral, manganskorpur og mangan-klumpar, ið verða til í djúphavinum, og finnast á havbotninum. Hesi innihalda tey mineral og metal, sum eru týdningarmikil í allari tøkni vit brúka í dag, eitt nú battarí til el-bilar, partar av vindmyllum, teldum og fartelefonum vísir Uni Árting á.

Sokallaðu manganskorpurnar, eru málmrík løg ella skorpur á fasta hellubotninum. Hesar verða til við, at grundevnini spakuliga úrskiljast úr havinum á fasta hellubotnin. Hetta tekur langa tíð, okkurt um 1 sentimetur fyri hvørja millión ár. Manganskorpurnar innihalda mest mangan (Mn) og jarn (Fe), men eisini metal sum kobolt (Co), nikkul (Ni), litium (Li), scandium (Sc) og onnur sjáldsom metal.

Jarðfeingi hevur í eina tíð hugt nærri uppá hesi havbotnsmineral, og hevur eisini í hyggju fleiri verkætlanir komandi árini, ið skulu umfata fleiri kanningar og nærri kortlegging av havbotninum við atliti til havbotnsmineral. Á myndunum niðanfyri síggjast dømi frá málmríkum dredge-royndum av Føroyska landgrunninum.


[object Object]Føroyar hava gjørt krav uppá stóru økini sunnan fyri Føroyar, hvørs havbotnur kann goyma týðandi mineral.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2023

27 Leygardagur 15. apríl 2023

Týskland stongir seinastu kjarnorkuverkini í dag

Tey trý seinastu kjarnorkuverkini í Týsklandi verða nú øll stongd

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í dag verða tey seinastu trý kjarnorkuverkini í Týsklandi stongd, og lata ikki uppaftur. Hesa avgerðina hevur týska stjórnin við teimum Grønu á odda tikið, tó at hetta var ein beiskur biti hjá teimum Liberalu, FDP at svølgja.

Kjakið í Týsklandi um kjarnorkuverk hevur verið á breddanum leingi, og serliga hesa seinastu tíðina, tá Russland hevur stongt fyri gassi til ES. Tey trý kjarnorkuverkini, sum lótu aftur eitt tíðarskeið, vórðu tó latin uppaftur eftir russisku innrásina í Ukraina. Men nú er so endaliga avgjørt at stongja tey.

Kjarnorkan hevur higartil bara verið 6 prosent av samlaðu orkunýtsluni í Týsklandi. Og nú tað hevur eydnast myndugleikunum at fylla gassgoymslurnar og at skunda undir grøna orkuskiftið, heldur stjórnin, at tað er ikki lívsneyðugt longur at hava kjarnorkuverkini gangandi.

Tað var táverandi týska stjórnin undir leiðslu av Merkel, sum eftir vanlukkuna á japanska kjarnorkuverkinum í Fukushima, gjørdi av at heilt at gevast við kjarnorkuverkum. Tað verður so veruleiki í dag.

Hetta hendir um somu tíð sum onnur lond í ES eitt nú Frakland og Finland tvørturímóti menna kjarnorkuna. Eisini í Bretlandi verður arbeitt við útbygging av kjarnorkuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2023

28 Leygardagur 15. apríl 2023

Buss heldur enn flogfar – skerja stytri farleiðir

Stjórin í Finnair sigur, at flogfelagið kennir seg tvungið til at gevast á tveimum av stytstu flogrutunum í Finlandi

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Finska flogfelagið, Finair, sum hevði ábyrgdina av 3,3 milliónum tonsum av CO2 útláti í fjør, fer nú sambært E24, at skerja tilboðini til tess at minka um útlátið.  

Stjórin heitir á kundarnar at skilja støðuna, nú avgerð verður tikin um at gevast við flogrutunum til Turku og Tampere, nú tær eru stytsu leiðirnar.

Orsøkin er bæði grøna orkuskiftið men eisini lága talið av ferðafólki. Flogtíðirnar eru umleið hálvan tíma. Nú skulu fólk ístaðin koyra við bussi, og tað fer at taka væl longri tíð.

- Vit skilja væl fólk, sum eru von við at brúka hesar farleiðir, nú eru misnøgd. Men vit mugu taka hædd fyri bæði tí fíggjarliga og fyri umhvørvinum, sigur Finair stjórin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2023

29 Leygardagur 15. apríl 2023

Eitt gott kvøld hjá uppflytarunum

Eftir fýra dystir er ÍF nógv nærri evropeiskum plássi enn niðurflytingarplássi. TB fekk sítt fyrsta stig móti HB, sum fyri fyrstu ferð ikki fekk fult. B36 og KÍ kundu eisini fegnast mikukvøldið

Í gjárkvøldið var fagnaður í Fuglafirði - eins og fyri ellivu døgum síðani tá ÍF basti AB. Hesaferð gekk tað útyvir EB/Streym (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Útsetta umfarið, sum skuldi vera verða spælt 11. og 12. mars, varð avgreitt mikukvøldið. Tað var á ongan hátt óáhugavert. Summir dystir vóru heilt málríkir og undirhaldandi og serliga eitt heilt óvæntað úrslit varð.

At einki mál kom í Trongisvági, kundi TB fegnast um. Uppflytararnir byrjaðu kappingarárið illa, og hava sæð út til at vera aftan fyri hini á ymiskum økjum, men betri avrik sunnudagin á Eiði var nær við at geva stig, og hesaferð bar á mál.

HB megnaði ikki at læsa TB-verjuna upp. Gilli Rólantsson er komin á liðið, og hann og liðfelagirnir arbeiddu hart og rætt móti liðnum hjá Dalibor Savic, sum annars spældi ógvuliga væl móti AB leygardagin.

Júst AB tapti aftur fyri oddaliði, men hesaferð hevði liðið hjá Henrik Larsen betri tamarhald á tingunum. Tamarhald á sjálvum dystinum hevði KÍ tó so at siga allan vegin, og tað staðfesti Jóannes Danielsen eisini. Føroyameistararnir hava fult stigatal, uttan at teir síggja út til heilt at hava funnið flogið enn. Sunnudagin er styrkisroynd móti Víkingi - AB er tað einasta liðið uttan nakað stig og uttan nakað mál.

[object Object]
KÍ helt AB frá at gera dystin heilt spennandi...

[object Object]
Og liðið, sum á Argnum spældi í hvítum, heldur fram at vinna - KÍ hevur nú vunnið 29 av sínum seinastu 31 dystum í Betrideildini (Myndir: Sverri Egholm)

Ein rúgva av málum komu á Svangaskarði. Tað fyrsta, ið var margháttiligt, kom longu eftir tíggju sekund. Hesin dysturin var ein av teimum, sum var ávirkaður av vindinum - helst tann ið var mest ávirkaður - og liðini fingu tí lagt eitt ávist trýst í hvør sínum hálvleiki.

Víkingur skoraði tvær ferðir í undanvindinum eftir steðgin men kundi skora okkurt afturat. Hóast liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen var aftanfyri tríggjar ferðir og svaraði aftur hvørjaferð, so var úrslitið eitt slag av vónbroti og eitt afturstig í oddastríðnum. B68 hevur framvegis ikki vunnið, men hevur nú spælt sín fyrsta heimadyst og fingið stig móti topp-fýra liði.

07 Vestur bjóðaði B36 av í Gundadali. Útiliðið legði seg á odda eftir ósketni hjá heimaliðnum í samband við deyðbóltsstøðu. Vendin kom í seinna helmingi av seinna hálvleiki.

Uppá tólv minuttir skoraði B36 tríggjar ferðir: Meira ágangandi spæl, gott huglag í B36-húsinum og inskiftarar gjørdu mun, ið Dan Brimsvík eisini setti orð á samrøðu við Portalin eftir 3-2 sigurin. 3-2 endaði tað, tí sørvingurin Oddur Petersen minkaði um munin.

Hóast B36 hevði aðrar møguleikar og rakti yvirleggjaran í yvirtíðini, so kundi heldur skerda 07 Vestur javnað. B36 breyt tó inn í topp-trý aftur (yvirhálaði Víking og nærkaðist HB).

[object Object]
Michal Przybylski kom inn, var við í 2-1 málinum og skoraði til 3-1. Benjamin Heinesen (nr. 11) kom inn, legði B36 á odda 2-1 og legði stutt seinni upp til Michal (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Dan Brimsvík kundi fegnast við seinasta bríksl. B36 kom undir trýst aftur. Høvuðsvenjarin metir, at deildin í ár er javnari, og nógvir truplir dystir afturat eru fyri framman. Tó fegnast hann millum annað um breiddina í B36-hópinum (Mynd: Sverri Egholm)

ÍF hevur longu seks stig, og um liðið hevði hildið fast í 6(+) minuttir afturat og 2(+) minuttir afturat móti Víkingi, so høvdu uppflytararnir verið ósigraðir nú. Hetta er ein veruleiki, ið tey flestu helst eru bilsin av, men í Fulgafirði hava Aleksandar Jovevic og hansara menn fyrireikað seg upp á Betrideildarfótbólt leingi.

Hetta gav aftur úrslit, tá EB/Streymur vitjaði. Eitt beinleiðis reytt kort til EB/Streyms-liðformannin Andras Olsen smáar tjúgu minuttir fyri leiklok kostaði dýrt.

ÍF skoraði uppá brotssparkið, og aftur tíggju minuttir seinni. Hetta var ein smeitur hjá EB/Streymi, ið annars var byrjað árið væl - hinvegin var tað størsti sigur hjá ÍF í Betrideildini síðani á B68 í juni 2016.

Betrideildin 2. umfar (umfar nummar 4)
Mikudagin 12. apríl

TB - HB 0-0

AB - KÍ 0-2 (0-2)
9' Jóannes Kalsø Danielsen (Claes Phillip Kronberg) 0-1 
42' Sjálvmál (Sivert Gussiås) 0-2

B68 - Víkingur 3-3 (2-1)
1' Ragnar Samuelsen 1-0
4' Jákup Johansen 1-1
23' Mohammed Samba (Jónas Warner) 2-1
59' Olaf Bárðarson (Martin Klein) 2-2
69' Villiam Emil Klein (Mohammed Samba) 3-2
73' Sølvi Vatnhamar 3-3

B36 - 07 Vestur 3-2 (0-1)
33' Daniel Obbekjær (Teitur Olsen) 0-1
67' Isak Jönsson (Jann Benjaminsen) 1-1
73' Benjamin Heinesen (Bjarki Nielsen) 2-1
79' Michal Przybylski (Benjamin Heinesen) 3-1
90 (+1) Oddur Petersen (Magnus Holm Jacobsen ) 3-2 

ÍF - EB/Streymur 3-0 (1-0)
45' Elias Lervig 1-0
73' Karl Løkin (br.) 2-0
82' Gundur Ellingsgaard Petersen (Dánjal á Lakjuni) 3-0

Reyð kort: Andras Olsen (EB/S) 72' og Jhon Mena (ÍF) 90(+3)'

Støðan í Betrideildini eftir fýra umfør

1. KÍ 12 stig 
2. HB 10 stig 
3. B36 9 stig
4. Víkingur 7 stig
5. ÍF 6 stig
6. EB/Streymur 6 stig
7. 07 Vestur 4 stig
8. B68 2 stig
9. TB 1 stig 
10. AB 0 stig 

Næsta umfar, allir dystirnir spældir í morgin, sunnudagin:

Kl. 15: HB - ÍF
Ll. 15: AB - B36
Kl. 15: KÍ - Víkingur
Kl. 15: TB - 07 Vestur
Kl. 16: B68 - EB/Streymur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2023

30 Leygardagur 15. apríl 2023

Kapprenningin milum KÍ og HB heldur fram

Eingin slingur var í valsinum hjá arvafíggingunum - KÍ og HB hava 9 stig eftir 3 umfør

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

(Gevið gætur: Henda greinin er um umfarið páskaaftan - síðan er eitt umfar afturat spælt)

Tað eru tvey feløg, ið framvegis hava fult stigatal eftir trý umfør í Betrideildini. Ikki óvæntað eru hesi liðini HB og KÍ. Leygardagin vóru bæði í leikluti sum stórfavorittur. HB heldur størri á heimavølli móti AB enn KÍ í Sørvági, og tað vóru eisini reyð-svørtu, ið vunnu ein størri sigur. 

HB vísti beinanvegin, at AB fór at fáa ein tungan dyst í Gundadali. Dalibor Savic hevði hesaferð valt at spælt 4-4-2 við diamantiskipan á miðvøllinum, og hetta fekk spælið at flóta væl. Adrian Justinussen, Mattias Præst Nielsen og Áki Samuelsen høvdu nógv frælsi, og hetta tyktist at geva AB høvuðbrýggj - tað at Áki eisini kom longur fram á vøllinum tyktiskt at fáa hann at álvara blóma í løtum. Millum annað skoraði hann eitt mál og hevði aðrar atsóknir og ágangandi driblitúrar.

[object Object]
Áki Samuelsen var hesaferð á HB-miðvøllinum. 18-ára gamli havnarmaðurin hevur her skorað til 3-0 (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var annars Mikkel Dahl, ið gjørdist stóri maðurin. Danski áleyparin legði HB á odda longu eftir tveir minuttir, og var tað eftir væl gjøgnumspælt álop, sum Adrian Justinussen hevði næstseinasta fótin á. Í 9. minutti var Mikkel Dahl aftur til reiðar: Hesaferð eftir at Bartal Wardum hevði roynt seg í samband við hornaspark, og Antonio Borrelli hevði hálvbjargað.

29-ára gamli málrevurin fullførdi sítt hattrikk tíðliga í seinna hálvleiki. Harvið hevur hann skorað í øllum trimum kappingardystinum í ár. Í teimum hevur Mikkel Dahl fimm mál, og samanlagt hevur hann skorað 46 ferðir í 41 Betrideildardystinum. HB hevur skorað fýra mál í báðum sínum heimadystum.

Páll eisini fimm mál

Páll Andrasson Klettskarð hevur eisini skorað fimm mál í trimum dystum í landskappingini. Hann var ein av teimum trimum KÍ-spælarunum, ið skoraðu í Sørvági leygardagin. Árni Frederiksberg legði KÍ á odda eftir 18 minuttir, og tað var Árni, ið legði upp til Claes Kronberg, tá royndi danin økti til 0-3 í 63. minutt - Páll Klettskarð hevði skorað beint fyri hálvleik.

Jasper van der Heyden fekk pyntað fyri 07 Vestur við góðum beinleiðis frísparki, tá beint yvir eitt korter var eftir at skora. Annars var talan um tryggan sigur til KÍ, sum mikudagin skal til Argir. Kappingarneytin HB skal til Trongisvágs, og lagt er upp til framhaldandi tætta kapping og eisini fult stigatal til bæði, tá tað næsta umfar er av.

[object Object]Bjarki Nielsen átti seinasta B36-fótin á til 1-0 málið móti B68 (Mynd: Sverri Egholm)

Betrideildin 5. umfar (umfar nr. 3)

Leygardagin 8. apríl

07 Vestur - KÍ 1-3 (0-2)
19' Árni Frederiksberg 0-1
44' Páll Andrasson Klettskarð (René Shaki Joensen) 0-2
63' Claes Phillip Kronberg (Árni Frederiksberg) 0-3
74' Jasper van der Heyden 1-3

HB - AB 4-0 (3-0)
3' Mikkel Dahl (Adrian Rúnason Justinussen) 1-0
8' Mikkel Dahl (Bartal Wardum) 2-0
33' Áki Debes Samuelsen 3-0
58' Mikkel Dahl (Viljormur Davidsen) 4-0

B36 - B68 2-0 (1-0)
8' Bjarki Nielsen (Hannes Agnarsson) 1-0
76' Magnus Egilsson (Símun Sólheim) 2-0

ÍF - Víkingur 0-1 (0-0)
89' Geza David Turi (Andreas Lava Olsen) 0-1

EB/Streymur - TB 2-1 (2-1)
4' Mikkjal Hellisdal (Rógvi Egilstoft) 1-0
20' Samudeen Musah (Poul Ingason) 1-1
40' Rani Hansen (Virgar Jónsson) 2-1

Støðan í Betrideildini eftir trý umfør

1. KÍ 9 stig 
2. HB 9 stig 
3. Víkingur 6 stig
4. B36 6 stig  
5. EB/Streymur 6 stig 
6. 07 Vestur 4 stig 
7. ÍF 3 stig
8. B68 1 stig 
9. AB 0 stig 
10. TB 0 stig 

[object Object]
Geza Turi skoraði sigursmálið í grannauppgerðini móti ÍF (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2023

31 Leygardagur 15. apríl 2023

Fyrsta umfar verður 21. og 22. apríl

Kappingarnevdin hjá FSF hevur avgjørt, at dystirnir í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið verða spældir komandi fríggjadag og leygardag

Víkingur gjørdust steypavinnarar í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í farnu viku var lutakast um, hvussu spælt verður í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Eisini var lutakast um, hvussu liðini í steypakappingini hjá kvinnum møtast í innleiðandi umfarinum, og í fjórðingsfinalunum.

Í fyrsta umfari í steypakappingini hjá monnum eru átta dystir á skránni, og fyri at geva áskoðarum og øðrum møguleikan at síggja so nógvar dystir sum tilber, hevur kappingarnevndin hjá FSF avgjørt, at dystirnir verða spældir fríggjadagin 21. apríl, og leygardagin 22. apríl.

Fríggjadagin 21. apríl
Víkingur – HB
FC Hoyvík – EB/Streymur
Skála – B71
NSÍ – MB

Leygardagin 22. apríl
TB – B68
B36 – KÍ
AB – FC Suðuroy
ÍF – 07 Vestur

Tá seinasti dysturin er spældur, og greitt er, hvørji lið hava spælt seg víðari í kappingini, verður lutakastið til fjórðingsfinalurnar, sum eru á skránni týsdagin 9. mai.

Steypakappingin kvinnur
Hjá kvinnunum háttaði lutakastið seg soleiðis, at í innleiðandi umfarinum møtast FC Hoyvík og 07 Vestur, og KÍ og ÍF.

Í fjórðingsfinalunum fær HB vitjan av KÍ ella ÍF, EBS/Skála tekur ímóti B36, FC Hoyvík ella 07 Vestur møtir NSÍ, og fjórði dysturin verður millum Víking og TB/FCS/Royn.

Innleiðandi umfarið í steypakappingini hjá kvinnum verður spælt flaggdagin, týsdagin 25. apríl, meðan fjórðingsfinalurnar vera sunnudagin 7. mai.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2023

32 Leygardagur 15. apríl 2023

Mistu á stokkinum

Tað stóð á jøvnum heilt inn í tíðina, sum dómarin hevði lagt afturat, og tí var tað eitt vónbrot, tá Luksemborg skoraði sigursmálið til 2-1

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– Tað var eitt stórt vónbrot at tapa hendan dystin, tí javnleikurin hevði smakkað so nógv betri nú. Men vit kunnu bert taka tað góða við okkum víðari á leiðini og læra av hesum báðum dystunum, sigur Ásla Johannesen eftir vinardystin móti Luksemborg farna leygarkvøld.

Og har var helst bæði gott og ringt at taka við úr dystinum sum heild. Føroyska avrikið sá meira sannførandi út í fyrra hálvleiki, har okkara kvinnur vóru tendraðar og stinnar í nærdystunum. Bólturin varð ofta vunnin á føroyskar føtur, og fleiri ferðir lógu føroyingar eisini framvið málinum hjá mótstøðuliðnum.

Størsta føroyska løtan var eisini í fyrra hálvleiki. Ein hálvur tími var spældur, tá Heidi Sevdal við einum væleydnaðum langskoti legði Føroyar á odda við sínum 26. máli í landsliðsbúnanum. Støðan helt sær til hálvleiks og lagið var sjálvsagt gott í føroysku leguni.

Men steðgurin mundi koma væl við hjá vertunum, og tær komu væl betri út aftur til seinna hálvleik. Føroyska liðið brúkti meira orku í verjustøðu og vertirnir vóru við leikliga yvirvág. Tað gjørdist eisini greitt á máltalvuni longu fimm minuttir inni í seinna hálvleiki. Luksemborg spældi seg ígjøgnum í vinstru síðu, og frammanfyri málið stútaði Amy Thompson bóltin í netið til 1-1.

Tann støðan helt sær restina av vanligu leiktíðini. Tað var langt ímillum føroysku vitjanirnar uppi í brotsteignum hja Luksemborg og tí kundi javnleikurin helst verið eitt góðtikið úrslit havandi leikgongdina í huga. Men so skuldi tíverri ikki vera.

Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, kundu vertirnir spæla eitt langt útspark frá málverjanum heilt niðan í føroyska brotsteigin. Har slapp Laura Miller framvið føroysku verjuni, og úr spíksum vinkli skoraði hon sigursmálið fyri Luksemborg.

Tað næsta á skránni hjá kvinnulandsliðnum nú, er Nations League kappingin, sum fer av bakkastokki í heyst. Lutakastið til kappingina verður 2. mai, og tá verður sostatt greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla teir seks Nations League-dystirnar ímóti í september, oktober og november.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2023

33 Leygardagur 15. apríl 2023

Søguligir sigrar

U19 fótbóltslandsliðið við gentum hevur við sigrum móti Malta og Armenia tryggjað Føroyum uppflyting til A-deildina í komandi EM undankapping

Ein fegin føroyskur hópur eftir bólkasigurin í Armenia (Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tveir dystir og tveir sigrar. So greið var úrtøkan hjá U19 landsliðnum við gentum í EM undankappingini, har Føroyar í hesum umfarinum vóru í bólki B4 saman við Malta og Armenia. 

Eftir eina seinkaða fráferð úr Føroyum kom landsliðið upp á pláss í Yerevan eitt samdøgur seinni enn ætlað, og fyrireikingartíðin til fyrra dystin var tí avmarkað, men hetta sást avgjørt ikki aftur á føroyska avrikinum móti Malta, og sum heild er Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari avbera væl nøgdur við hugburðin hjá spælarunum til kappingina. 

– Fyrri dysturin móti Malta var eitt megnar avrik av okkara leikarum. Talan var um ein javnan dyst, har vit eru á odda í hálvleikinum, men koma síðani afturum 1-2 í 76. min. Okkara leikarar stríðast tó fyrimyndarliga víðari og megna at fáa nøkur góð mál í 81., 84. og 88. minutti, so vit vinna 4-2. Ein fantastiskur sigur, sum vit øll fegnaðust um, greiðir landsliðsvenjarin frá.

Við sigrinum móti Malta vóru útlitini fyri einum søguligum úrsliti góð, tí frammanundan var greitt, at Malta hevði vunnið stórt móti armensku vertunum, sum Føroyar nú skuldu spæla ímóti. Og føroysku genturnar livdu væl og virðiliga upp til tað, sum varð væntað av teimum.

– Seinni dysturin var heldur ørvísi. Armenia var ikki so gott sum Malta, men tær stríddust sera væl í regninum og váta vøllinum, har okkara leikarar høvdu ilt við at fáa gongd á flótandi spælið. Tíbetur er hugurin at stríðast altíð til staðar hjá okkara leikarum, og fingu vit tvey mál í fyrra hálvleiki, annað eftir beinleiðis fríspark og tað seinna eftir horna. Í seinna hálvleiki royndu vit at fáa fleiri mál, men tað eydnaðist ikki. Vit kunnu tó gleðast um at dysturin ongantíð bleiv spennandi og vit høvdu tamarhald á støðuni, sigur landsliðsvenjarin um seinna dystin.

Sum vinnari av bólki B4 verða Føroyar fluttar upp í A-deildina til næstu undankapping. Hetta er fyrstu ferð eftir nýggja kappingarleistinum, at eitt føroyskt ungdómslandslið flytir upp í A-deildina, og hetta søguliga avrikið er gentunum sera væl unt, sigur ein errin landsliðsvenjari.

– Tað, sum hevur eyðkent hendan bólkin av leikarum, er teirra góði hugburður og viljin at fáa sum frægast burturúr øllum støðum, sum vit koma í. Tær hava arbeitt hart ígjøgnum alt og tað hevur verið ein fragd at sæð tær ment seg hesi árini. Eg unni teimum so hjartaliga at hava framt hetta bragdið av einum úrsliti og skrivað fótbóltssøgu – tað hava tær uppiborið, staðfestir Pætur S. Clementsen. 

Tað er tó eisini við einum veti av sorgblídni, at hópurin nú rundar kappingina av og fleiri av teimum í summar gerast ov gamlar til U19 landsliðið. 

– Tað er eitt sindur sorgblítt at staðfesta, at tíðarskeiðið hjá fleiri av spælarunum á U19 er komið at enda. Men vit gleða okkum til at fylgja teimum víðari á fótbóltsleiðini, umframt at vit gleða okkum til at taka við nýggjum og enn størri avbjóðingum í heyst saman við 05/06 árgangunum, sigur Pætur Smith Clementsen at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2023

34 Leygardagur 15. apríl 2023

Nýtt graslíki við Stóra í summar

Undirskiftin millum Tvøroyrar kommunu og Føroya Møblasølu kom uppá pláss í dag. Nýggi vøllurin í Trongisvági verður av slagnum DOMO, ið hevur serligt slag av graslíki: Talan er um samansett fipur

André Dalfoss, Birgir Andreasen og Kristin Michelsen á vøllinum við Stóra. Hann varð lagdur á fyri ellivu árum síðani (Mynd: Tvøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuni varð sáttmáli undirskrivaður millum Tvøroyrar kommunu og Føroya Møblasølu um at leggja nýtt graslíki á vøllin við Stórá, ið fyri fyrstu ferð skal skiftast.

Vøllurin, ið liggur á nú, er frá 2012. Hann hevur tænt væl seinastu 11 árini, men nú er tíð til at skifta vøllin. Vøllurin hevur sjálvandi verið fyri ávísum sliti, eftir at
hava verið dúgliga brúktur, skrivar Tvøroyar kommuna á heimasíðu sínari í dag

Fara at nýta tundur og samansett fipur

Nýggi vøllurin í Trongisvági verður av slagnum DOMO Vario Slide-S Pro frá belgiska felagnum DOMO, ið hevur heimspatent upp á hetta serliga slagið av graslíki. Birgir Andreasen frá Føroya Møblasølu greiðir frá, at við Stórá verður tað 6 sentimetrar sítt – gamli vøllurin hevði 5 sentimetra síð grasstrá.

- Tað serliga við hesum grasinum, er, at tað er samansett fipur. Eina fiprið er skapt sum ein borur – tá traðkað verður á tað, so leggur tað seg ikki flatt, men rættar seg sjálvt upp aftur. Hitt fiprið leggur seg yvir fylluna, sum er tundur, fyri at fylla skal verða verandi í grasinum.

Gomlu vøllirnir brúka gummigranulat sum fyllu, men hetta verður nú ikki mett sum umhvørvisvinarligt og tí verður við nýggja vøllinum farið yvir til tundur. Nevnast kann, at hetta slagið av fyllu verður so at siga ikki longur brúkt og verður eisini bannað í framtíðini. Sjálvt tá kavi verður ruddaður, verður fyllan liggjandi – hetta sást eitt nú seinast kavi var á vallum av sama slagi norðanfjørðs, skrivar tvk.fo.

[object Object]
Sáttmálin undirskrivaður í TB-húsinum (Mynd: tvk.fo)

Nýggi skal leggjast á einaferð í summar, kunnar Tvøroyar kommuna um. Áðrenn sjálvt teppið kann leggjast á, skal ymiskt forarbeiði gerast og tað stendur Pf. Articon fyri. Tað fer at taka umleið tíggju dagar at leggja serstaka graslíkið á.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2023

35 Leygardagur 15. apríl 2023

Stefan gjørdist sigursharri í evstu løtu

Landsliðsspælarin gjørdist avgerandi, tá Sligo Rovers spældi á útivølli móti Dundalk farna vikuskiftið. Við sínum fyrsta máli fyri felagið lyfti 22-ára gamli miðvallarin Sligo upp á 3. plássið í bestu írsku deildini

Stefan Radosavljevic tók sakina í egnar hendur í 89. minutti, og so var stórur fagnaður á teimum í reyðum (Mynd: Sligo Rovers)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sligo Rovers spældi farna vikuskiftið á útivølli móti Dundalk í 8. umfari í fremstu írsku deildini. Tað eydnaðist at koma á odda, tá eitt korter var leikt við máli frá áleyparanum Max Mata. Beint fyri hálvleik fekk heimaliðið brotsspark og javnaði uppá returbóltin.

Stefan Radosavljevic kom á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, og hetta skuldi vísa seg at gerast avgerandi. Í 89. minutti tók Dundalk málspark stutt, og Sligo vann bóltin miðskeiðs á mótstøðuhálvuni. Bólturin stakk til Stefan, ið var staddur nakað til høgru. Føroyski miðvallarin setti fulla ferð á, slapp ímillum tveir verjuleikarar og prikaði bóltin framvið málverjanum hjá Dundalk.

[object Object]
(Myndir: Sligo Rovers)

Tá bólturin var rullaður niður í longra málhornið, brast stórfagnaður á hjá Sligo Rovers spælarum, venjaratoymi og áskoðarum, ið vóru komnir við til Dundalk. Stefan Radosavljevic varð eisini fagnaður - fyrsta mál hansara fyri felagið sendi tað upp á 3. pláss í bestu írsku deildini. 

Hetta var fyrsti sigur hjá Sligo í ein mánaða. Eftir landsliðssteðgin er Stefan Radosavljevic skiftur inn í báðum dystunum. Við málinum móti Dundalk hevur 22-ára gamli tvøramaðurin helst í minsta lagið strítt seg nærri einum byrjanarplássi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2023

36 Leygardagur 15. apríl 2023

Føroyingarnir í næstbestu norsku deildini fingu góða byrjan

Mikkjal Thomassen og hansara menn vunnu á útivølli, Gullbrandur Øregaard spældi 90 minuttir í tryggum sigri, Bryne við Rógva Baldvinsson vann, og Meinhard Egilsson var við til at halda málið hjá Mjøndalen reint

Frederiksstad var Jóannes Bjartalíð og Brand Hendriksson Olsen fyriuttan, men við Mikkjali Thomassen sum oddamanni vann liðið 1-0 á Kristiansund. Hetta liðið flutti niður úr bestu deildini í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir ein ógvuliga langan uppstart fóru teir endliga at spæla um stig í næstbestu norsku deildini 2. páskadag. Í OBOS-ligaen eru nú fýra lið, sum hava føroyska umboðan, so áhugavert verður at fylgja við. Trý av hesum fýra liðunum vunnu í fyrsta umfari, og eitt spældi málleysan javnleik.

0-0 á heimavølli móti Åsane var ikki tað, sum Mjøndalen setti nøsina upp ímóti. Tó var tað jaligt at síggja Meinhard Egilsson Olsen spæla fullan dyst. Landsliðsspælarin átti eisini sín leiklut í, at Mjøndalen helt málið reint og harvið fekk eitt stig. Eins og í nøkrum dystum í fjør spældi eysturoyingurin, ið fylti 26 ár henda dagin, á høgra bakki. Ymiskar skaðar í hópinum eru orsøk til tess. Føðingardagsbarnið endaði við at fáa gult kort.

Bryne var á heimavølli móti Kongsvinger, og fekk ein heldur óvæntaðan sigur. Rógvi Baldvinsson kom á vøllin í 77.minutti at spæla sum ein av trimum miðverjum. Í yvirtíðini skoraði heimaliðið til 2-1, og harvið ein góð byrjan hjá Rógva og liðfeløgunum. Ein av teimum er Noah Hans Mneney. 20-ára gamli miðvallarin ið Bryne keypti frá Víkingi í vetur, sat á bonkinum allar 90 minuttirnar, og hevur harvið sína almennu debut í Noregi til góðar.

[object Object]
Meinhard Egilsson Olsen í verjustøðu, sum hann hesaferð var í nakað oftari, enn vanligt er (Mynd: Mjøndalen)

[object Object]Rógvi Baldvinsson í luftnærdyst í venjingardystinum í Norðurmakedonia fyri tveimum vikum síðani. Tá byrjaði royndi miðverjin inni (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Gullbrandur í Horni Øregaard til venjing hjá Sandnes Ulf 

Gullbrandur í Horni Øregaard er uppvaksin í Noregi, og í fjør spældi hann í beint undir helminginum av dystunum hjá Sandnes Ulf. 20-ára gamli miðvallarin, sum eisini kann spæla í miðverjuni, spældi allar 90 minuttir, tá lið hansara vann 4-1 á Skeid. Hetta var dystur nummar 20 hjá Gullbrandi á besta liðnum í felagnum, har Ári Mohr Jónsson eisini hevur spælt. Hann hevur sjey U21-landsdystir á baki.

Fyri fyrstu ferð er ein føroyskur høvuðsvenjari í næstbestu norsku deildini, og í fyrstu royndini eydnaðist Mikkjali Thomassen at vinna. Tað var ikki hissini uppgáva: Á útivølli móti Kristiansund sum í fjør spældi í bestu deildini, og sum er ein av fremstu favorittunum at flyta upp úr OBOS-deildini. Håvard Åsheim skoraði einsamalla málið í dystinum í 49. minutti, og Frederiksstand fær rós fyri eitt sterkt og haldgott avrik.

Brandur Hendriksson Olsen og Jóannes Bjartalíð vóru ikki tøkir, men síðstnevndi er ikki so langt frá at vera tað.

1. umfar í OBOS-ligaen - "føroysku dystirnir"
Mánadagin 10. apríl - 2. páskadag

Kristiansund - Frederikstad 0-1
Mikkjal Thomassen høvuðsvenjari - Brandur Hendriksson Olsen og Jóannes Bjartalíð eru úti við skaðum í løtuni

Sandnes Ulf 
- Skeid 4-1
U21-landsliðsspælarin Gullbrandur Øregaard spældi allar 90 minuttirnar á miðvøllinum

Bryne FK - Kongsvinger 2-1
Rógvi Baldvinsson kom inn í miðverjuna í 77. minuttir - Noah Mneney var á bonkinum allan dystin

Mjøndalen - Åsane 0-0
Á 26-ára føðingardegi sínum spældi Meinhard Egilsson Olsen allar 90 minuttirnar sum høgri bakkur

Í dag klokkan 14 spæla Sandnes Ulf og Bryne á útivølli moti ávíkavist Sogndal og Ranheim. Í morgin Frederikstad og Mjøndalen í eldin - ávíkavist á heimavølli og útivølli.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2023

37 Leygardagur 15. apríl 2023

Patrik og Breiðablik vóru fyri skelki í fyrsta umfari

Meistararnir taptu 3-4 fyri grannunum og uppflytarunum í dramtiskum dysti. Gunnar Vatnhamar og Pætur Petersen fingu sínar fyrstu minuttir og sínu fyrstu stig í bestu íslendsku deildini

Patrik Johannesen í landsdysti í Moldova í síðsta mánaði. Tvøramaðurin spældi mánadagin í 88 minuttir (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

2. páskadag fór besta íslendska deildin av bakkastokki. Hon er nakað styttri enn føroyska kappingin, men har skulu eisini 27 dystir spælast. 

KA Akureyri og KR Reykjavík løgdu út. KA hevur í vetur millum annað fingið Pætur Petersen aftur at hópinum, og skálvíkingurin byrjaði inni í álopinum í fyrsta dystinum. Bæði málini í dystinum komu, eftir at 25-ára gamli landsliðsspælarin var skiftur út. Pætur spældi ein tíma - lið hansara bjargaði sær eitt stig við máli í yvirtíðini.

[object Object]
Pætur Petersen í venjingarlandsdystinum í Norðurmaekdonia, har hann stóð seg væl. Nú roynir skálvíkingurin seg í Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur var á vitjan í Gardabær. Íslendsku steypavinnararnir skoraðu, tá hálvur tími var spældur og aftur tjúgu minuttir fyri leiklok. Gunnar Vatnhamar kom á vøllin í 85. minutti fyri ein áleypara, sum ein verjukend útskifting. 28-ára gamli leirvíkingurin kom til Reykjavíkar langafríggjadag sum síðsta keypið hjá steypavinnarunum, og nú hevur Gunnar verið við til at fáa fyrstu stigini hjá "sínum nýggja Víkingi" undir land.

Víkingur og Breiðablik fara møguliga at kappast í oddinum. Breiðablik hevur tveir føroyskar landsliðsspælarar knýttar til - Patrik Johannesen spældi í 88 minuttir, og Klæmint Andrasson Olsen var als ikki í 18-mans hópinum.

Patrik fekk ikki nógv burturúr, sum hann annars gjørdi í stórsteypadystinum fyri viku síðani. Talan gjørdist sum heild um ein marrudyst hjá íslendsku meistarunum, ið tóku ímóti grannunum og uppflytarunum, HK.

Longu eftir sjey minuttir var 0-2. Patrik og liðfelagirnir skuldu summa seg, og tá nakrir minuttir vóru eftir av dystinum sá út sum, at tað kortini fór at eydnast: Uppá fimm minuttir (74. - 78.) hevði Breiðablik vent tí til 3-2. Men í 89. minutti gjørdi verjuspælari sjálvmál, Patrik Johannesen varð skiftur út, og í 94. minutti avgjørdi innskifti Atli Jonasson fyri HK.

Marrubyrjan hjá Breiðablik, ið skal reisa seg móti Vali sunnukvøldið. Víkingur Reykjavík hevur heimavølli móti Fylkir stutt áðrenn. Pætur Petersen og KA taka ímóti Keflavík á Akureyri í dag. 

1. umfar í Besta-deild Karla - "føroysku dystirnir"
Mánadagin 10. apríl - 2. páskadag

KA Akureyri KR Reykjavík 1-1
Pætur Petersen spældi fyrsta tíman. 25-ára gamli álopskendi landsliðsspælarin er í vetur skiftur úr HB

Víkingur Reykjavík 
- Stjarnan 2-0
Steypavinnararnir keyptu Gunnar Vatnhamar sum avloysara fyri skaddan miðverja í síðstu viku. 28-ára gamli leirvíkingurin náddi ikki at venja ofta - so vara hann í dystarhópi og kom á vøllin.

Breiðablik - HK 3-4
Ógvuliga keðilig byrjan hjá landsliðsáleyparunum. Klæmint Olsen hevur havt ávísar avbjóðingar í uppstartinum og var ikki partur av dystarhópinum - Breiðablik keypti Patrik Johannesen í vetur, og tvøramaðurin hevur skorað og lagt upp í millum annað stórsteypadystinum og sær út til at verða fastur maður. Hesaferð gekk tó ikki.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2023

38 Leygardagur 15. apríl 2023

Daniel er liðugur í Danmark

Samstarvið við FC Fredericia er støðgað av persónligum orsøkum, skrivar felagið á heimasíðu sínari. Daniel Johansen er fluttur aftur til Føroyar, og sannlíkt er, at hann verður at síggja í Betrideildini seinni í ár

24-ára gamli Daniel Johansen ynskti sjálvur at verða loystur úr sáttmálanum við Fredericia. Spurningurin er so, um landsliðsspælarin verður aftur í HB-búnanum, tá flytingarvindeygað letur uppaftur (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vetur flutti Daniel Johansen til Danmarkar, har hann skuldi spæla við FC Fredericia - hetta ístaðin fyri HB, ið vinstra beinti maðurin av Norðskála hevði spælt fyri síðani 2014. 

Steðgurin í Jútlandi gjørdist tó ikki langur. Í vikuni kunngjørdi FC Fredericia, at samstarvið millum partarnar er uppsagt. Tað er Daniel, ið hevur ynskt hetta, og er talan um persónliga orsøkir. Felagið hevur gingið hesum á møti, skrivar fcfredericia.dk. 

Fredericia sigur eisini, at Daniel Johansen er fluttur til Føroyar aftur. Tað er ikki greitt, hvat 24-ára gamli landsliðsspælarin vil við fótbóltsframtíð sínari.

Nú fyrrverandi Fredericia-spælarin kann tó ikki spæla í føroyskari kapping, fyrrenn flytingarvindeygað í Føroyum letur upp aftur 15. juni.

Daniel Johansen spældi tveir skrásettar dystir fyri Fredericia. Hann hevur spælt fimm A-landsdystir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2023

39 Leygardagur 15. apríl 2023

Hesir skulu royna at spæla Føroyar til EM-endaspælið

Peter Bredsdorff-Larsen hevur tikið 15 mans út til uppgávurnar móti Ukraina og Eysturríki, sum vera ávíkavist 26. og 30. apríl

Mynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðst í hesum mánaðinum skal føroyska A-landsliðið í hondbólti við monnum spæla avgerandi dystir í EM-undankappingini. Serliga er tann fyrri, sum verður í Høllini á Hálsi móti Ukraina 26. apríl, sera týdningarmikil.

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller hava úttikið hópin til uppgávurnar á Hálsi og 30. apríl í Bregenz í Eysturríki.

Hondbóltssamband Føroya skrivar, at føroysku venjararnir kunnu hava 16 leikarar við til dystirnar, men teir hava gjørt av at bíða við at úttaka seinasta mannin, tí greiða skal fáast á skaðaviðurskiftum og føri hjá nøkrum leikarum.

Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71

Útileikarar:
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)
Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)

Føroyska liðið savnast til venjingar í Føroyum sunnudagin 23. apríl, har liðið fer at venja saman áðrenn heimadystin móti Ukraina mikudagin 26. apríl kl. 19 í Høllini á Hálsi. Útselt er til dystin.

Hópurin ferðast til Bregenz í Eysturríki, leygardagin 29. apríl, har dysturin verður sunnudagin 30. apríl kl. 17, føroyska tíð. Portalurin verður við á ferðini

- Eysturríki hevur 8 stig í bólkinum, og hevur harvið tryggjað sær pláss til EM. Stríðið um 2. og 3. pláss er tætt, og hevur Rumenia 4 stig, meðan Føroyar og Ukraina hava hvør síni tvey. Føroyar taptu útidystin móti Ukraina 29-25 og taptu heimadystin móti Eysturríki 30-28.

Føroyar hava møtt Ukraina seks ferðir áður, og hava úrslitini verið hesi:

11.01.18 Ukraina – Føroyar 30-22, HM-undankapping
10.04.19 Ukraina – Føroyar 31-19, EM-undankapping
13.04.19 Føroyar – Ukraina 26-27, EM-undankapping
10.03.21 Ukraina – Føroyar 25-21, EM-undankapping
14.03.21 Føroyar – Ukraina 25-26, EM-undankapping
12.10.22 Ukraina – Føroyar 29-25, EM-undankapping

Føroyar hava møtt Eysturríki tríggjar ferðir áður og hava úrslitini verið hesi:

03.02.80 Føroyar – Eysturríki 18-27, C-HM
08.02.84 Eysturríki – Føroyar 26-19, C-HM
16.10.22 Føroyar – Eysturríki 28-30, EM-undankapping


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2023

40 Leygardagur 15. apríl 2023

Finalupláss hómast hjá Neistanum

Hetta eftir 28-21 sigur á H71 í fyrru hálvfinaluni. Neistin var so at siga omaná allan dystin í Høllini á Hálsi mikukvøldið, og ungi málverjin var ein teirra, ið gjørdi stóran mun

Neistin rann undan H71 seinastu løtuna. Hálvfinala nummar tvey verður í Hoyvík í kvøld - um Neistin vinnur, so er hon avgerandi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hoyvíkingar løgdu seg á odda 4-2, beint áðrenn klokkan í Høllini á Hálsi vísti níggju minuttir. Síðani gingu næstan níggju minuttir, til teir skoraðu aftur: Tá minkaði Niklas Hanusarson til 6-5, og H71 var ongantíð á odda aftur.

Tað var serliga Sasha Lacok í málinum og ein sterk verja, ið gjørdu munin. Bert átta mál komu inn fyri steðgin, og ungi málverjin hevði fleiri góðar og umráðandi bjargingar í seinna hálvleiki eisini.

H71 fekk sjálvdan veruliga loyst upp. Tað var líka ein løta miðskeiðis í seinna hálvleiki, har Rói Ellefsen á Skipagøtu gjørdi bart, at H71 kom undir liðuna á Neistanum. Heimaliðið skoraði tó átta útav teimum næstu tíggju málunum, og so var leyst og liðugt.

[object Object]
Torstein Balle vendi í vetur aftur til barndómsfelagið eftir lesnað í Danmark. Lámi vongurin skoraði fýra mál í fyrru hálvfinaluni (Mynd: Sverri Egholm)

Fleiri av Neista-málunum vóru heilt vælspæld, og eins og í fjórðingsfinaluni á Skála skírisdag vístu teir í bláum seg at megna væl at skora ymsastaðni frá. Tróndur Kragesteen var stóri málskjúttin við níggju málum - royndi spælskiparin vísti aftur sítt hegni - og á strikuni var 18-ára gamli Ísak Vedelsbøl aftur framúr: Bæði í álopi og í verju.

H71 skal lyfta sítt spæl, um liðið skal hava møguleika at vinna greipuna. Tað jaliga fyri føroyameistarar er, at málúrttøkan ikki telur: Vinnur H71 í kvøld, skal ein triðja og avgerandi finala spælast í Hoyvík hósdagin 20. apríl. Seinast Neistin var í FM-finalunum var í 2019. Tað var móti júst H71.

FM Hálvfinalur 1
Mikudagin 12. apríl
Neistin – H71 28-21

Toppskjúttar: Tróndur Kragesteen 9 mál, Ísak Vedelsbøl 7 mál - Bogi Hansen 8 mál

Onnur hálvfinalan: 
Leygardagin 15. apríl
Kl. 18: H71 - Neistin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2023

41 Leygardagur 15. apríl 2023

VÍF tók stórt fet móti finaluplássi

Vestmenningar hava nú tveir dystarbóltar á heimavølli. Team Klaksvík var á odda meginpartin av fyrra hálvleiki, men stríddist fyri at hanga í eftir steðgin. Mladen í málinum og effektivt álopsspæl hjá VÍF gjørdu mun

Team Klaksvík helt Halli Árason frá at skjóta so nógv útifrá - kortini skoraði kvívíkingurin átta mál í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

VÍF hevur nú annað beinið í FM-finalunum. Hetta kann helst staðfestast eftir sigurin hjá vestmenningum í Klaksvík hóskvøldið. Tað var annars heimaliðið, ið hevði leiðsluna meginpartin av fyrra hálvleiki, og Team Klaksvík stíddist eisini væl eftir steðgin: Munurin gjørdist tó ov stórur; samlaða góðskan hjá VÍF og teir røttu marginalarnir vóru partar av muninum.

Tað vóru nógv fólk og nógvur larmur í Klaksvíkar Badmintonhøll hetta kvøldið. Vestmenningar vóru komnir talsterkir, og nógvir norðoyingar vóru komnir at stuðla liðnum, sum annað árið á rað er í FM-hálvfinalunum. Í fjør tapti Team Klaksvík stórt móti H71 í hálvfinalunum – í fyrstu hálvfinaluni hesaferð fekk liðið bjóðað vinnaranum av grundspælinum upp til dans.

[object Object]
Áskoðarar hjá vestmenningum fegnast (Mynd: Sverri Egholm) 

Heimaliðið tók skjótt eina leiðslu við tolnum og klókum álopsspæli, stinnari verju og góðum bjargingum frá David Henigman. Hesi leiðsluni slepti Team Klaksvík sjálvdan fyri steðgin. Hetta hóast spælið til tíðir gjørdist heldur stirvið, og at VÍF ansaði væl eftir Jens Paula Poulsen, ið ikki slapp til nógv. Nikolay Bliznov fekk nógv mál við sínum hamara av einum høgra armi, og Team Klaksvík var á odda við einum í steðginum.

Hjá VÍF haltaði eitt sindur, í mun til fáa spælt stórskjúttarnir Hall Árason og Filip Jojic upp til skot. Team Klaksvík hugsavnaði seg um at steðga hesum, og Filip kom ongantíð av álvara í gongd í dag. Ístaðin megnaði VÍF at brúka vengurnar og til tíðir strikuna væl. Hallur hevði eisini fleiri góð gjøgnumbrot av høgra bakki, og Hanus Christophersen kom eisini inn og bjóðaði verjuni væl av við sínari ferð.

[object Object]
Tað gekk mangan hart fyri seg, og Team Klaksvík-verjan var stinn stóran part av fyrra hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Formaðurin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, í stórum stíli á strikuni (Mynd: Sverri Egholm)

Skjótt og fjølbroytt álopsspæl hjá útiliðnum syrgdi fyri, at VÍF skjótt tók leiðsluna í seinna hálvleiki, og tað tykiskt ikki eins torført at koma til góðu skotstøðurnar. Leysu bóltarnir, ið heimaliðið javnan fekk væl fatur á í fyrra hálvleiki, endaðu nú heldur hjá vestmenningum. David í Team Klaksvík-málinun fekk ikki fatur á nógvum, og í hinum endanum var Mladen Mjerimacka komin inn. Hann hevur verið skaðadarvaður seinastu tíðina – í kvøld órógvaði beinanvegin Team Klaksvík.

VÍF hevði eina leiðslu á 2-4 mál størsta partin av hálvleikinum, men heimaliðið helt allatíðina eitt sindur fast í spenninginum. Eina løtu gjørdi strikuspælarin Beinir Johannesen lívið veruliga trupult hjá VÍF, ið eisini varð nakað órógvað av útvísingum, og Team Klaksvík kom á minus tvey. VÍF tók leikbrá, fór til eina meira álopskenda 5-1 verju, ið eisini riggaði væl fyrr í dystinum og fekk síðani nøkur týðandi mál, ið punkterðu dystin.

Hjá klaksvíkingum er tað nú tungur burður. Teir skulu vinna tvær ferðir í Vestmanna fyri at koma í finalurnar. VÍF kann avgerða alt sunnukvøldið kl. 19 í Vestmanna.

[object Object]
Tað vóru teir í gulum og bláum - og áskoðarar teirra - ið kundu fegnast eftir síðsta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)

FM Hálvfinalur 1

Hósdagin 13. apríl
Team Klaksvík – VÍF 25-31 (14-13)
Toppskjútti: Hallur Árason 8 mál 


Seinna hálvfinalurnar 
Leygardagin 15. apríl
18: H71 - Neistin

Sunnudagin 16. apríl
19: VÍF - Team Klaksvík

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2023

42 Leygardagur 15. apríl 2023

Team Klaksvík vann eftir sannan hondbóltsgysara í Kollafirði

Eitt dundurskot hjá Jens Paula Poulsen og síðani stór tvíføld bjarging frá Davidi Hennigman tryggjaði Team Klaksvík sigurin og harvið hálvfinalupláss

KÍF helt ikki høvdið nóg kalt, og so tóku gestirnar av. Teir skulu spæla hálvfinalur móti VÍF í næstu viku (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinna fjórðingsfinalan í Burn-deildini var á skránni í Kollafirði farna leygarkvøld, har Team Klaksvík vitjaði.

Tað var útiliðið, sum hevði leiðsluna allarstørsta partin av fyrra hálvleiki. David Henigman í málinum hevði fýra bjargingar, áðrenn fýra minuttir vóru spældir, og KÍF hevði heldur trupult við at finna rútmuna. Hóast onkra góða løtu hjá teimum reyðkløddu, var Team Klaksvík á odda við tveimum, tá steðgur var - kollfirðingar høvdu bara skora tíggju ferðir.

Tað kom skjótt vend í eftir steðgin. Tríggjar útvísingar innan eina lítla løtu kostaðu hjá klaksvíkingum, Milenko so at siga stongdi málið hjá kollfirðingum fyrru hálvu av seinna hálvleiki, og hol kom á málskjótingina í hinum endanum. KÍF spældi skilagott og tók eina leiðslu á fýra mál - men so komu teknisku mistøkini: Tvey sentringsmistøk, bóltar vórðu kastaðir burtur, og David bjargaði aftur fleiri skotum.

[object Object]
Toppskjúttin í Burn-deildini, Brian Slyne, hevði fleiri góð gjøgnumbrot (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Milenko Jelkan stóð framúr væl í KÍF-málinum í seinna hálvleiki, men hetta var ikki nóg mikið (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Toppskjúttin Jens Pauli Poulsen, ið eisini hevði umráðandi leiklut í miðverjuni (Mynd: Sverri Egholm)

Munurin lá ímillum null og eitt mál seinastu tíggju minuttirnar. Samanlagt helt KÍF ikki høvdið nóg kalt og tyktust teir onkursvegna raktir á sjálvsálitið seinna heilmingin av hálvleikinum. Gamaní misnýtti Team Klaksvík eisini fríar møguleikar - Milenko bjargaði tveimum fríleyparum - men tá beint yvir ein minuttir var eftir, misti KÍF bóltin í álopi. Útiliðið nýtti alla tíðina, sum til bar, og tá ein alvering var eftir - og beint eftri fríkast - fór toppskjúttin í dystinum uppfrá. Jens Pauli Poulsen knallaði til, og bólturin fór umvegis yvirleggjaran í málið.

KÍF tók leikbrá, spældi sjey ímóti seks, men David Henigman gjørdist aftur hetjan: Fyrst bjargaði kroatin royndir frá Hans Eli Sigurbjørnsson og síðani returskotið hjá Karl Martini Olsen.

So var tað teir úr Klaksvík, ið kundi brøla og fevnast: Teir skulu spæla minst tvær hálvfinalur móti VÍF í næstum. Tað merkir eisini, at Neistin og H71 skulu dystast um hálvfinaluplássið. Kappingarárið hjá KÍF er av eftir eitt stórt vónbrot.

[object Object]
Stórur fagnaður sum vera man í Team Klaksvík-leguni

FM-fjórðingsfinalur
Leygardagin 8. apríl í Kollafirði 
KÍF - Team Klaksvík 21-22 (10-12)
Toppkjútti: Jens Pauli Poulsen 7 mál

Skírisdag, 6. apríl
StÍF - Neistin 30-31 (14-17)

Hálvfinalur: 
VÍF (1) - Team Klaksvík (6)
H71 (2) - Neistin (5)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2023

43 Leygardagur 15. apríl 2023

- Føli at eg kann menna meg saman við HØJ

Í vikuni gjørdist greitt, at landsliðsmálverjin skal spæla í næstbestu donsku deildini. Tað er eitt lið, sum satsar, sigur hoyvíkingurin - tann sosiali parturin hevur eisini sín leiklut

HØJ kappast í oddinum í donskum hondbólti, og Pauli Jacobsen kann fáa stóran leiklut á liðnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var ein vónbrotin Pauli Jacobsen, ið Portalurin fekk orðið á eftir 28-21 ósigurin fyri Neistanum í fyrstu hálvfinaluni í Høllini á Háls mikukvøldið.

Tó kom smílið á hjá 20-ára gamla hoyvíkinginum, tá vit spurdu um HØJ. Fyrr henda sama dagin varð kunngjørt, at Pauli Jacobsen skal spæla fyri danska felagið, har Rói Berg Hansen er partur av hópinum.

Pauli sigur millum annað við Portalin, at HØJ er eitt felag, sum satsar eitt sindur. Fyri hann var tað umráðandi at koma til eitt felag, ið veruliga vil nakað - fleiri feløg ymsastaðni frá hava verið í myndini.

Í franska felagnum, har Pauli Jacobsen var, riggaði tað millum annað ikki uttan fyri vøllin. Hetta hevði eisini týdning í avgerðini at flyta til HØJ og Keypmannahavnar-økið. Venjarin hjá HØJ sigur við heimasíðu felagsins, at har eru risa menningarmøguleikar í Paula Jacobsen.

[object Object]
Pauli Jacobsen stórbjargar í U20-landsdysti móti Danmark - frá í summar skal Pauli búgva í Keypmannhavn (Savnsmynd: Harald Bjørgvin) 

HØJ var júst ov stutt til at røkka at spæla avgerandi dystir um uppflyting til fremstu donsku deildina. Liðið endaði á 4. plássið. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2023

44 Leygardagur 15. apríl 2023

Óli og Elias avgerandi leiklut í fjórðingsfinaluni

Óli Mittún avgjørdi dystin í síðstu sekundunum

Óli Mittún og liðfelagarnir fegnast (Mynd: Sävehof)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sävehof vann seg hósdagin í hálvfinaluna í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

Hetta var triðja fjórðingsfinala móti Guif, og hóast teir gulu við Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún vunu stórsigrar í báðum teimum fyrstu dystunum, bleiv tað javnt í hóskvøldið.

Guif var á odda við tveimum málum, 28-26, tá fimm minuttir vóru eftir, men hoyvíkingarnir vildu tað øðrvísi.

Nógv mál rullaðu inn síðstu løtuna, men við trimum málum frá Óla Mittún og einum frá Eliasi á Skipagøtu eydnaðist at vinna 30-29.

Síðsta málið fekk Óli tá hann bleiv spældur fríur av Eliasi, og tryggjaði Sävehof hálvfinalupláss.

Hálvfinalurnar í svenska endaspælinum verða leiktar í mai.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2023

45 Leygardagur 15. apríl 2023

FM í borðtennis: Fleiri eru um boðið

Í dag er stóri felags FM-finaludagurin hjá borðtennis, badminton og judo

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú nærkast av álvara, til at ársins FM-kapping í borðtennis fer av bakkastokki. Í gjár vórðu innleiðandi umførini spæld, og í dag verða finalurnar spældar á stóra felags FM-finaludegnum hjá borðtennis, badminton og judo.

Aftur í ár verður tað ein stinnur hópur av leikarum, sum fer at spæla við um FM-heitið. Tað er greitt, nú flest allir útisetarnir hava boðað frá, at teir koma til Føroya at luttaka í FM.

Hjá monnum eru nógvir um boðið. Verandi føroyameistarin, Albert Weihe Wolfsberg, sum spælir við danska felagnum Hillerød GI, kemur heim, og 16 ára gamla talentið má – sum verandi føroyameistarin – helst átaka sær ein leiklut sum lítil FM-favorittur.

Tað verður tó ikki uttan mótstøðu frá fimmfalda føroyameistaranum, Fróða Fríðason Jensen, og eisini Hallur Thorsteinsson er støðugur á hesum høga støðinum, og kann bjóða teimum báðum av. Hann hevur verið darvaður av skaða, men vónar at fáa spælt.

Ein nýggjur ungur harri, sum kann trína fram á FM-pallin í ár, er 18 ára gamli Ári Fríðason Jensen, sum fyrr í ár hevur megnað at vunnið á stórabeiggja sínum, Fróða. Hann er eisini nýliga úttikin til oyggjaleikalandsliðið, og er sum heild í góðum formi og í rívandi menning.

Hjá kvinnunum kemur verandi føroyameistarin, Henrietta Nørr, ikki heim. Hon hevur annars vunnið FM fimm ferðir, og spælir við týska felagnum, Kiel TTK. Tíverri lá ikki fyri hjá henni at luttaka hesaferð.

Tað eru serliga tríggjar, sum eru um boðið hjá kvinnum. Tann eina er Durita Fríðadóttir Jensen, sum hevur verið føroyameistari tríggjar ferðir, og sum spælir og venur við danska felagnum, Amager BTK, har fleiri føroyingar áður hava spælt við.

Anja Wongwai og Britt Michelsen fara eisini at liggja framvið. Tær hava síðsta hálvaannað árið spælt í næstbestu donsku deildini við Horsens KFUM, og hetta hevur verið við til at lyft tær upp á eitt nýtt støði, sum spennandi verður at síggja nú í FM og á oyggjaleikunum í summar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2023

46 Leygardagur 15. apríl 2023

Árant og Miriam eru aftur í FM-finalunum í einmansleiki

Føroyameistararnir í badminton verða funnir á Kontrast FM í dag

Miriam í Grótinum, HBF, skal í finaluni verja føroyameistaraheitið í einmansleiki fyri kvinnur (Mynd: Haldur Suni Johansen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyameistararnir í badminton skulu finnast í dag har finalurnar í Kontrast FM blíva leiktar í Høllini á Hálsi í Havn. Hósdagin blivu innleiðandi umførini í einmansleiki spæld, har føroyameistararnir frá í fjør aftur vunnu sær sæti í finalunum. Í 2022 vóru tað Árant á Mýruni úr MBF og Miriam í Grótinum úr HBF, sum gjørdust føroyameistarar í einmansleiki í badminton hjá teimum vaksnu.

Hjá vaksnu kvinnunum vann Miriam í Grótinum úr Havnar Badmintonfelag hóskvøldið hálvfinaluna á Lenu Mariu Joensen úr Klaksvíkar Badmintonfelag. Í finaluni leygardagin møtir føroyameistarin frá í fjør Miu Thorkildshøj, HBF, sum fyri fyrstu ferð vann sær tað eina finaluplássið í einmansleiki við at vinna á Bjarnhild í Buð Justinussen í eini spennandi hálvfinalu í trimum settum.

Árant á Mýruni úr MBF vann eina tætta og spennandi hálvfinalu ímóti Magnus Dal-Christiansen úr HBF. Føroyameistarin hjá monnum frá í fjør skal í ár aftur spæla finalu ímóti Jónas Djurhuus, HBF. Jónas endurvann sær sæti í finaluni við at vinna hálvfinaluna í tveimum settum ímóti Ára Isfeldt úr HBF, sum á fyrsta sinni luttók í eini hálvfinalu til FM.

Fríggjadagin vóru innleiðandi umførini í tvímansleiki hjá kvinnum og monnum umframt í blandaðum tvímansleiki.

Finalurnar í Høllini í Hálsi í dag byrja klokkan 10, har Badmintonsamband Føroya saman við Judosambandinum og Borðtennissambandinum skipar fyri Kontrast FM. Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá finalunum seinnapartin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2023

47 Leygardagur 15. apríl 2023

Lyra hjá Ljósinum vann gull

Ljósið stóð seg væl í Eastercup

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Fimleikafelagið Ljósið stóð seg væl  til kappingina í estetiskum fimleiki, Eastercup. Tey høvdu tey lið við og vunnu tvey heiðursmerki í harðari kapping við sera góð lið frá útlandinum.

[object Object]

Ljósið kvinnur Lyra gjørdust nr. 1  í teirra bólki, smágentur Norma gjørdust nr. 2  í teirra bólki. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2023

48 Leygardagur 15. apríl 2023

Nora vann Eastercup 2023

Pinkuliðið Nora hjá Havnar Fimleikafelag gjørdist farna vikuskiftið nummar eitt í kappingini hjá pinkum til altjóða kappingina Eastercup í estetiskum fimleiki, sum varð hildin í Greve

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eftir innleiðandi kappingina fríggjadagin lá Nora trygt á fyrstaplássinum við 13,300 stigum. Í dag fingu tær 14,050 stig, sum gav teimum samanlagt 27,350 stig, og tær vunnu sannførandi fyrstaplássið.

Soleiðis sá út á stigatalvuni:

  1. Team Nora (FRO) 13.300 - 14.050 - 27.350
  2. Team Mynthe (DEN) 12.100 - 11.600 - 23.700
  3. Team Daisy (DEN) 9.400 - 10.400 - 19.800

Fleiri onnur lið og aðrir aldursbólkar luttóku eisini úr Føroyum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2023

49 Leygardagur 15. apríl 2023

Fara at boksa í SMS

Tórshavn Boksing skipar fyri boksitiltaki við sýningardystum í dag

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Boksifelagið Tórshavn Boksing, sum heldur til í leigaðum hølum á Hjalla, flytir í dag ein av boksiringunum oman á Torgið í SMS, har skipað verður fyri sýningardystum fyri tey vitjandi í keypsskálanum.

Tórshavn Boksing er eitt felag, sum støðugt má út at finna pening til at fíggja nógv vaksandi virksemið í felagnum. Serliga eru tað leiguútreiðslurnar fyri felagshølini, sum tyngja.

Tí skipar felagið leygardagin fyri tombola í SMS, og eisini verður søla av t-troygjum og hettutroyggjum við búmerkinum hjá felagnum á.

Men tað týdningarmesta er at at vísa ítróttina fram og greiða frá um boksing, og eisini geva føroyingum møguleika at heilsa upp á dreingirnar, sum júst hava vunnið heiðursmerki í donsku sælandsmeistarakappingini, David Kunoy og Hera Ziskason.

Fýra sýningardystir eru á skránni. Tveir verður millum lokalar boksarar. Jonathan móti Teiti Annand og David Kunoy móti Magna Vang. Tveir dystir vera millum Tórshavn og Klaksvík: Karstin Ljósstein móti Leivi Fonn og Heri Ziskason móti Róki Fonn.

Tiltakið í SMS er leygardagin millum klokkan 10 og 16.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2023

50 Leygardagur 15. apríl 2023

Billardkempur dystast í Havnar Klubba

Ikki færri enn 6 fyrrverandi Føroyameistarar í billard luttaka, tá FM fyri einstaklingar verður spælt í Havnar Klubba komandi tvey vikuskiftini

Verða tað hesar báðar billardkempurnar, sum skulu dystast í finaluni í FM kappingini fyri einstaklingar í ár? Hallur Joensen vm. gjørdist FM meistari í 2021, og Páll Heri Nolsøe í 2022 (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá vit  siga, at FM kappingin fyri einstaklingar í billard í 2023 fer at verða ein  tann mest spennandi og nakað fyri seg. Tað verður rætt og slætt ein kapping millum billardkempur úr Havnini, Klaksvíkini og av Tvøroyri.

Og neyvan nakrantíð í føroyskari billardkapping hevur støðið verið so høgt sum hesaferð. Fremstu spælararnir í landinum fáa hægri og hægri úrslit sum árini ganga. Ein frágreiðing er bøttu spæliumstøðurnar í fleiri av feløgunum. Og hesaferð eru vit so heppin at hava ikki færri enn seks fyrrverandi føroyameistarar við í kappingini, sum fer fram í hølunum hjá Havnar Klubba vikuskiftið fríggjadag 21. og leygardag 22. apríl. 

Men áhugin fyri at luttaka er eisini methøgur. Ikki færri enn 22 spælarar úr øllum teimum fimm feløgunum kring landið sleppa at royna seg. Í endaumfarinum skulu vera átta spælarar, og longu nú er greitt, hvørjir teir fyrstu seks eru, út frá meðalúrslitinum frá kappingini higartil í ár.

Teir seks eru Páll Heri Nolsøe úr Tvøroyrar Billardfelag, Ólavur Kjølbro úr Havnar Billardfelag, Jógvan Jørgensen úr Havnar Billardfelag, Niels Nielsen úr Havnar Billardfelag, Per Hansen úr Havnar Billardfelag og Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag. 

Aftrat hesum skulu so 16  spælarar í kvalifiseringsdystum kappast um tey bæði írestandi plássini í finaluumfarinum. Tað hendir hetta vikuskiftið. 

Millum hesar eru ikki færri enn fýra fyrrverandi føroyameistarar, Hallur Joensen og Sonhard Johannesen úr Klaksvíkar Billardfelag, Max Rasmussen úr Tvøroyrar Billardfelag og Jan Müller úr Havnar Billardfelag. 

Orsøkin til at ein av okkara frægastu spælarum, Hallur Joensen, skal spæla í kvalifiseringsrunduni er tann, at hann hevur ikki verið við í liðkappingini í ár. Hann er fluttur til Danmarkar, har hann spælir billard í Herning Billardclub. 

Hóast alt kann henda, tá so mangir frægir billardspælarat dystast um FM gullið, so eru kortini nakrir favorittar, skulu vit meta út frá úrslitunum seinnu árini. Her er tað fyrst og fremst verandi FM meistari, Páll Heri Nolsøe av Tvøroyri, sum gongur undan og var nærum suverenur í júst lidnu liðkappingini, men honum í hølunum kemur Hallur Joensen úr Klaksvík, sum vann FM heitið í 2022. Tá tað er sagt, so skulu vit ikki gloyma sjeyfalt FM meistaran og mest vinnandi í FM høpi nakrantíð, Kristian Sune Høgnesen úr Klaksvík.

Enn ein av billardkempunum, sum hoyrir heima millum teir bestu, er Ólavur Kjølbro, sum var við til at vinna Havnini FM gullið fyri lið eftir 18 ár í oyðimørkini. Síðani eru tað eisini fleiri outsidarar so sum Max Rasmussen, Sonhard Johannesen, Jógvan Jørgensen, Niels Nielsen, Per Hansen og Urbanus Olsen. 

Tað er spell, at ein tann mest vinnandi FM meistarin í Føroyum, Jákup Baldvinson, sum hevur vunnið ikki færri enn seks FM heiti, ikki er við. Hann hevur tikið sær nøkur sabattár og vónandi verður hann at síggja  aftur til komandi kappingar. 

Fyrstu ferð kappast varð um FM heitið fyri einstaklingar í billard var í 1977. Tá vann Eirikur Nielsen, sáli úr Havnar Klubba. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2023