Leygardagur 22. apríl 2023 | Nr. 16 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 4
SíÐa 2
SíÐa 6
SíÐa 14
SíÐa 24
SíÐa 60
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Kaldkrígsstemningur hevur verið hesa vikuna.
Knappliga er hvør russiskur trolari lagdur undir illgruna fyri at vera njósnaraskip. Hetta hendir eftir, at ein sjónvarpssending hevur avdúkað, at avlurtingartól, ið vórðu brúkt undir kalda krígnum, vóru funnin umborð á einum russiskum trolara, ið legði inn í Kirkenes í Norðurnoregi eftir at hava verið til fiskiskap undir Føroyum.
Víst er tað illgrunasamt at ávísir russiskir trolarar vísa so stóran áhuga fyri økjum, har sokallaður ‘kritiskur infrastrukturur’ – tað vil siga leiðingar til eitt nú samskifti og olju/gass – liggur eftir botni.
Og tað kann væl eisini vera, at sokallaðir sivilir trolarar og onnur fiskifør undir Føroyum, gera ávísar uppgávur fyri statin, ið lættliga kunnu koma undir at vera njósning. Men halló – hava russarar ikki altíð gjørt tað?
Er tað veruliga nakar, sum heldur, at russarar – alla ta tíð tey hava fiskað og virkað undir Føroyum – ikki hava skaffað sær vitan og upplýsingar um siglingarleiðir, streym- og botnviðurskifti eins og útgerð á landi at brúka eisini í møguligari krígs- ella krepputíð?
Sjálvandi hava russararnir tað.
Tað, ið tykist vera øðrvísi í dag í mun til kalda kríggið undir sovjetttíðini, er, at russiska fregnartænastuvirksemið – um tað er tað – gongur fyri seg so ódult.
Hví gera slíkar opinlýsar siglingar – 130 ferðir yvir ein týðandi samskiftiskápil – tá tey vita, at skipið kann ‘trackast’ hóast sokallaði AIS-urin er sløktur?
Og hví fylkjast ein stórur floti av russiskum trolarum og farmaskipum av ivasamum uppruna í Havnini júst sum danski verjumálaráðharrin vitjar, og sum avdúkandi sendingin um russiskar njósnaratrolarar verður víst í norðurlendskum sjónvarpsrásum?
Tað tykist undrunnarvert.
Ein kann ikki lata vera við at fáa illgruna um, at tað situr onkur admirálur í Murmasnsk ella Kreml og stjórnar hesum leikinum, sum einans hevur til endamáls at erta – provokera.
Hvat endamálið er við hesum, klára vit ikki eingang at gita um. Kanska kemur tað fyri ein dag ein dag? Kanska komandi partarnir av norðurlendsku sjónvarpsframleiðsluni geva okkum eitt svar ella eina ábending.
Og ímeðan bíða vit eftir at finna útav hvørjum beini Føroya Landsstýrið – øll politiska skipanin í Føroyum – skal standa á, tá tað kemur til viðurskiftini við Russlands.
Krígsbrotsverkini á ukrainsku vígvøllunum halda fram, okkurt, ið líkist opinlýsari njósning er staðfest, men landsstýrið hevur ikki tikið støðu enn.
Skulu vit halda fram við at senda okkara skip í russiska partin av Barentshavinum at fiska, og skulu russiskir trolarar framhaldandi sleppa at fiska uppsjóvarfisk í okkara sjógvi?. Tað er spurningarnir, sum flest okkara bíða eftir at fáa svaraðar.
Tað er av týdningi at fáa sett gongd á arbeiðið við radaranum í Føroyum. Síðan má samskiftið millum Føroyar og Danmark gera av, um arbeiðið skal gerast av føroyskum ella donskum myndugleikum
Tað ræður um at fáa sett gongd á arbeiðið við at fáa eftirlitsradaran upp. Hvørt tað verða danir ella føroyingar, sum koma gera hetta arbeiðið, mugu komandi samráðingarnar gera av.
Hetta var ein av boðskapunum eftir fundin mánadagin millum Høgna Hoydal, landsstýrismann við uttanlandsmálum, og Troels Lund Poulsen, virkandi danska verjumálaráðharran. Tað er ótrygga støðan í heiminum yvirhøvur, sum er orsøkin til, at málið hevur skund.
- "Verden er jo af lave", segði verjumálaráðharrin.
Tættari samskifti
Lagt er upp til tætt samskifti millum Føroya landsstýrið og danska verjumálaráðið hesa komandi tíðina.
Ikki bara fyri at leggja arbeiðið við radaranum til rættis, men eisini tí, at semja er um tættari samskifti.
Alt bendir á, at danskir myndugleikarnir í stóran mun viðurkenna føroyska ynskið um “onki um okkum – uttan um okkum” á uttanlands-, verju- og trygdarpolitikkinum, sum Høgni Hoydal tekur í aftur hvørja ferð hann fær høvi til tað.
Eisini á tíðindafundinum í Tinganesi mánadagin, har hann greiddi frá, at føroyska ynskið viðvíkjandi radaranum er, at Føroyar yvirtaka sivilu umsitingina av føroyska loftrúminum, og harvið eisini taða ábyrgdina – og útreiðslurnar – av komandi lofteftirlitsradaranum.
- Vit skulu "lata holið aftur"
- Vit ynskja at yvirtaka loftrúmið, og ynska eisini sjálvi at átaka okkum uppgávuna av at “lata holið aftur” í Norðuratlandshavi, segði Høgni Hoydal. Við “holið” sipar hann til, at tað er eitt øki kring Føroyar, sum ikki er umfatað av radaramyndum. Tað er orsaka av hesum “holinum”, at tað nú er so átrokandi at fáa ein eftirlitsradara settan upp her á landi.
Troels Lund Poulsen segði á tíðindafundinum í morgun, at tað hevur týdning at fáa sett gongd í hetta arbeiðið.
- Slíkt arbeiði tekur drúgva tíð, tí tað skulu nógvar fyrireikingar gerast áðrenn farast kann í gongd við at seta ein radara upp. Tað er okkara ynski, at seta størri ferð á arbeiðið, og tað sum nú hendir er, at embætisverkið í bæði Danmark og Føroyum fer í gongd við tað fyrireikandi arbeiðið, segði Troels Lund Poulsen.
- Og so skal orðaskiftið millum Føroyar og Danmark í komandi tíðum gera av, hvussu sjálvt arbeiðið verður framt, segði danski verjumálaráðharrin.
Verjumálaráðharri í óasetta tíð
Troels Lund Poulsen er virkandi verjumálaráðharrin, tí ráðharrin, ið varð útnevndur eftir fólkatingsvalið í fjør, Jakob Ellemann Jensen, formaður í Venstre, er sjúkrameldaður. Enn er óvist nær ella um Jakob Ellemann Jensen aftur verður partur av donsku stjórnini.
Troels Lund Poulsen var upprunaliga búskaparmálaráðharri í nýggju samgongustjórnini hjá Mette Frederiksen, men í løtuni røkir hann verjumál fulla tíð, tí varð mett at hava týdning, at hetta starvið varð røkt av einum royndum politikara.
Umframt at tingast um radaramálið, so nýtti danski verjumálaráðharrin fundin til at kunna Høgna Hoydal um komandi verjusemjuna fyri komandi tíggju árini, sum ætlanin er at fáa undir land í Danmark áðrenn fólkatingið fer í summarfrí. Og sambært Troels Lund Poulsen verður eisini samskift við bæði føroyskar og grønlendskar myndugleikar í sambandi við, at hetta arbeiðið verður gjørt.
Á fundinum greiddi danski ráðharrin eisini frá verjupolitisku støðuni í heiminum í dag. Hann hevur nýliga vitjað í Ukraina, ið jú er høvuðsevni í so at siga øllum verjupolitiskum økjum í hesum tíðum.
Eftir fundin í Tinganesi skal danski verjumálaráðharrin hittast Løgtingsins uttanlandsnevnd, áðrenn farið verður aftur til Danmarkar seinnapartin.
(myndir: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2023
Skjáttan eitur nýggja talgilda tænastan, ið varð leysgivin í dag
Nú er ikki longur neyðugt at óttast fyri um tú hevur minst til koyrikortið, tá tú setir teg í bilin. Tí telefonina gloymir tú ongantíð, og nú liggur koyrikortið á telefonini.
Skjáttan eitur nýggja appin, sum Talgildu Føroyar settu á sjógv í dag.
Skjáttan er ætlað sum eitt amboð hjá borgarum til at geva seg sjálvan til kennar.
Fyribils eru tvey “kort” á appini – eitt samleikakort, har tú kanst identifisera teg har tað er neyðugt, og so koyrikortið.
Frammanundan hava Talgilfu Føroyar latið frá sær tvær tænastur, Samleikin og Vangin, sum nógv tey flestu okkara hava fingið okkum, og sum dagliga verða brúkt í samskifti við myndugleikar og – ikki minst – við peningastovnarnar.
Nikolaj Balle, verkætlanarleiðari á Talgildu Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)
Skjótt og bíligt
At fáa koyrikortið talgilt hevur leingi verið eitt ynski, og upp á eitt lítið ár hevur tað nú eydnast Talgildu Føroyum, í góðum samstarvi við atknýttar stovnar og myndugleikar, at fáa Skjáttuna gjørda til veruleika.
Tað var ikki uttan eitt sindur av erni í røddini, at Nikolaj Balle, verkætlanarleiðari fyri Talgildu Føroyar, greiddi frá, at Skjáttan er gjørd upp á umleið eitt hálvt ár fyri ein kostnað á tvær milliónir krónur. Til samanberingar kostaði tað í Danmark 50 milliónir krónur at fáa gjørt koyrikortið – og bara koyrikortið – talgilt.
Arbeiðið kundi gerast so lættliga, tí at Talgildu Føroyar longu høvdu neyðuga undirstøðukervið klárt í teimum skipanum, sum longu nú eru galdandi. t.e. Samleikin, Vangin og Heldin.
Andras Robertsson Marr og Dennis Holm
Eitt tilboð – ikki eitt krav
Talgildu Føroyar bjóðaðu til eitt ígongdsetingarhald í Perluni fyrrapartin við luttøku av stjóranum fyri Akstovuni og landsstýrisfólkunum í bæði fíggjarmálum, sum varðar av Talgildu Føroyum, og samferðslumálum, sum varðar av Akstovuni.
Undir framløguni varð undirstrikað fleiri ferðir, at talgilda koyrikortið og Skjáttan ikki verður eitt krav. Talan er um eitt tilboð til borgararnar at hava koyrikortið á telefonini.
Akstovan fer frameftir framhaldandi at útflýggja plastik-koyrikort til borgarar. Men mett verður, at nýggja tilboðið fer at lætta nógv um arbeiðið hjá Akstovuni.
Lættir um á Akstovuni
Eitt nú eru tað umleið 100 fólk árliga, sum fáa bót – 700 krónur – fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær. Og árliga eru tað eisini í miðal 450 fólk, sum koma á Akstovuna og biðja um at fáa eitt nýtt koyrikort, tí tey hava mist sítt burtur, upplýsti Andras Robertsson Marr, stjóri á Akstovuni.
Akstovan hevur frá byrjan verið partur av talgildingini við tað, at borgarar longu nú hava møguleika at skráseta akfør og broyta tíð til bilasýn umvegis Vangan.
Enn er talgilda koyrikortið einans galdandi í Føroyum, tí enn er ongin altjóða skipan gjørd við talgildum koyrikortum. Men Andras Robertsson Marr upplýsti, at tey hava roynt at lagt seg so væl sum gjørligt upp móti galdandi ISO-standardum fyri koyrikort, fyri á tann hátt at sleppa undan at skula gera alt ov nógvar broytingar, tá altjóða talgild koyrikort einaferð, helst innan ikki alt og langa tíð, verða at galda tvørtur um landamørk.
Klárt hjá SSL at brúka
Møguleikarnar við Skjáttuni eru nógvir. Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum var skjótur at nevna møguleikan fyri at differentiera prísir á tænastum fyri veitingar.
Hetta hevur verið nógv upp á tal í samferðsluni, eitt nú við at geva útoyggjafólki serligan prís við strandferðsluni og eisini at gera mun á prísunum fyri føroyingar og útlendingar. Við samleikakortinum á Skjáttuni, verður hesin møguleikin gjørdur so nógv lættari, og tað er eisini orsøkin til, at Strandferðslan hevur verið við í fyrireikandi arbeiðinum.
Skjáttan kann takast niður á telefonina á vanligu støðunum, har appir eru at heinta.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2023
Endamálið er helst at fremja yvirgang, um tað skuldi blivið neyðugt
Russisk skip hava í seinastuni gjørt nógv burtur úr at kortleggja eitt nú elkaðalar á havbotninum í fremmandum sjógvi. Sambært serfrøðingum, er endamálið við hesum í ringasta føri at fremja yvirgang.
Serliga í Eystrasalti og Norðsjónum hevur hetta virksemið við at kortleggja havbotnin verið stórt, skriva norðurlendskir miðlar í dag, eitt nú finska kringvarpið, Yle.
Áhugað í leiðingum
Serliga er áhugi fyri gassleiðingum, kaðalum til dátuferðslu og eftir øllum at døma vindmyllulundir til havs og kaðalarnir, ið knýta hesar til lands.
Russiska njósningin er avdúkað í einum samstarvi millum norðurlendsku kringvarpsstøðirnar NRK, DR, SVT og Yle, sum hava kannað ferðsluna hjá fleiri russiskum skipum í økinum.
Sambært serfrøðingum er endamálið hjá Russlandi at innsavna vitan, sum kann hjálpa teimum við at fremja yvirgang á elveitingina í norðurvestur Evropa, um tað skuldi verið neyðugt, skrivar Yle.
Talan er um eina sendiirøð í trimum pørtum, kallað Skuggakríggið, ið byrjar á norðurlendsku sjónvarpsstøðunum í kvøld. (á DR1 kl. 20.30, NRK1 kl. 19.00, SVT1 kl. 19.00)
Illgrunasamt rannsóknarskip
Í november í fjør frættu journalistar hjá Danmarks Radio, at russiska rannsóknarskipið Admiral Vladimirsky var statt í donskum sjógvi í Kattegat. Men ongir almennir upplýsingar vóru um hetta, tí skipið hevði sløkt AIS-sendaran.
Journalistarnir fóru tí út at leita eftir skipinum á leiðini, sum tey høvdu fingið frænir um, umvegis radioavlurting. Og rætt var, Admiral Vladimirsky lá har.
Menn í grímum sóust á dekkinum á 148 metra langa rannsóknarskipinum. Ein teirra var í hermannabúna, skottryggum vesti og við automatiskari hermannabyrsu. Fólkini umborð eygleiddu og avmyndaðu bátin hjá journalistunum.
Sambært sendingini er Admiral Vladimirsky als ikki tað einasta skip, sum ikki vil loyva almenninginum at síggja hvussu tað ferðast, skrivar Yle.
Rættiliga nógv russisk skip hava leitað sær havn í Havn hesar seinastu dagarnar (Mynd: Jan Müller)
Serligan áhuga í vindmyllum
Journalistarnir hjá DR hava umvegis avlurting eisini kunnað staðfest, hvussu Admiral Vladimirsky hevði ferðast. Tað fór úr Leningrad gjøgnum Eystrasalt og danskan sjógv út í Norðskjógvin.
Har legði tað seg við eina vindmyllulund úr fyri skotsku strondini í eina tíð. Síðan legði tað leiðina suðureftir móti Ermasundi, har tað eisini vísti seg at hava serligan áhuga fyri vindmyllulundum har.
Heimleiðin gekk gjøgnum niðurlendskan sjógv og rundan um Jútland til Kattegatt. Rutan hjá russiska skipinum er fyri DR kannað av einum fyrrverandi bretskum fregnartænastumanni, sum í sendingini gongur undir dulnevninum ‘James’.
Russland vil finna veikleikarnar
Hann metir, at fregnararbeiðið, sum skipið hevur gjørt, er ein roynd hjá Russlandi at finna fram til, hvussu vesturevropeiska el-framleiðslan og -veitingin kann órógvast.
- Russland er áhugað í at finna veikleikar, so at teir einaferð kunnu brúkast sum hóttan. Hvørjar høvdu avleiðingarnar verið, um Keypmannahavn missir streymin, ella um keypsskálin í London støðgar upp?
Fyrrverandi fregnartænastumaðurin sigur, at Admiral Vladimirsky og onnur skip, sum hoyra til herflotan, senda inn sínar upplýsingar til russiska fretnartænastuna.
Vitanin verður millum annað brúkt av GUGI, sum er deildin fyri djúphavsgransking hjá verjumálaráðnum.
GUGI er ein av mest loyniligu eindunum hjá verjumálaráðnum. Hernaðarlig njósning er ein partur av virkseminum. GUGI kortleggur eitt nú undirstøðukervið á havbotninum og hvussu eftiransing hjá mótpartinum kann órógvast.
Journalistarnir hava eisini staðfest, at russisk før hava virkað í norskum sjógvi. Talan er um AIS-upplýsingar frá fleiri hudnrað skipum frá 2013 og frameftir.
Brúka sivil skip í krígsstøðu
Kanningarnar avdúkaðu, at 50 skip ferðast á ein hátt, ið kann geva illgruna um, at tey fáast við fregnarvirksemi. Skipini hava eitt nú ferðast nærhendis olju- og gassframleiðsluøkjum og nærhendis Nato-venjingum.
Sambært russiskari lóggávu kann sjóverjan í krígstíð gera brúk av sivilum skipum og tess manningum. Tað kann vera sum fiskiskip, flutnings- ella kanningarskip.
Ståle Ulriksen, lektari á norska verjuakademinum metir, at tað kann snúgva seg um fleiri hundrað skip. Og at hesi skip kunnu brúkast til at leggja minur út.
- Tað er rættiliga lætt at leggja minur út frá einum sivilum skipi á hernaðarliga týðandi øki. So hevur tú ætlanir um at leggja minur út í einum øki, og kanska hevur nøkur hundrað skip, sum kunnu brúkast til endamálið, so kanst tú lættliga fáa tað gjørt, skrivar Yle.
Njósnaraskip á Havnini
Sambært Kringvarpi Føroya, so eru fleiri av teimum nógvu russisku fiskiskipunum, sum í hesum døgum hava leitað sær havn í Tórshavn, verið undir illgruna fyri at hava framt njósnaravirksemi.
Hetta er galdandi fyri ‘Lira’, ið liggur við Skansabryggjuna, sum varð kannað í norskari havn í vetur eftir at vera komin úr Føroyum. Her var njósnaraútgerð umborð.
Og Melkart 5, sum stendur á beding hjá Mest, er trolarin, sum varð avdúkaður fyri at hava silgt meira enn 130 ferðir yvir einum samskiftiskaðali nærhendis Svalbarð stutt áðrenn hesin kaðalin slitnaði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2023
Navnaskiftið er ein liður í gongdini í at røkka longur út á altjóða marknaðin við burðardyggum vakstrarloysnum til alivinnuna. Navnið GroAqua er ein samanrenning av orðunum Grow og Aqua, ið avspeglar kjarnuvirksemið í felagnum – at menna vakstrarloysnir til alivinnuna
Føroyska fyritøkan JT electric skiftir navn til GroAqua. Navnaskiftið er ein liður í gongdini í at røkka longur út á altjóða marknaðin við burðardyggum vakstrarloysnum til alivinnuna.
Í desember í 2020 keypti JT electric skotsku fyritøkuna Sterner AquaTech UK í sambandi við ætlanir um at fóta sær betur á bretska marknaðinum. Nú verða góðu førleikarnir í báðum fyritøkunum veruliga flættaðir saman í eitt felags brand fyri at koma sterkari út á altjóða marknaðin – nú við navninum GroAqua.
– Vit eru spent uppá at byrja eitt nýtt kapittul sum eitt samlað felag og at byggja ein sterkan pall sum veitari til altjóða alivinnuna, sigur Suni Justinussen, stjóri í GroAqua.
– Vit koma áhaldandi at menna burðardyggar tøkniligar loysnir til alivinnuna og at stuðla alarum við at náa teirra vakstrar málum.
Starvsfólkini og vørurnar í fyritøkuni eru enn tær somu við fleiri áratíggjum av royndum at menna tøkniligar loysnir til alifeløgini í harðbalna Norðuratlanshavinum.
Navnið GroAqua er ein samanrenning av orðunum Grow og Aqua, ið avspeglar kjarnuvirksemið í felagnum – at menna vakstrarloysnir til alivinnuna (grow aquaculture). Navnið ber boð um gróður, og hevur sama týdning bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum.
GroAqua hevur høvuðssæti á Kambsdali umframt deildir í Skotlandi, Polandi og í Danmark – og arbeitt verður við at styrkja støðuna á norska marknaðin, ið er heimsins størsti alimarknaður. Í 2022 var meira enn helmingurin av umsetninginum frá sølu uttanfyri Føroyar, og loysnir hjá føroysku fyritøkuni verða brúktar av alarum kring allan heimin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2023
- Hóast úrslitið í 2022 var vánaligt samanborið við undanfarin ár, eru vit errin av, at Betri-samtakið í ár kortini rindar limunum metstórt vinningsbýti. Hetta ber til, tí Betri er eitt væl grundað og sterkt samtak, og vit tola væl, at íløgumarknaðurin í løtuni er óstøðugur, sigur Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna í Betri
Farna fríggjakvøld var ársaðalfundur hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri-samtakið. Har var staðfest, at avlopið eftir skatt gjørdist 27,8 milliónir krónur, og at árið 2022 tí ikki gjørdist millum tey bestu. Kortini letur nevndarforkvinnan, Aslaug Gisladóttir, væl at.
- Betri er eitt sterkt og væl rikið samtak, so hóast yvirskotið minkaði munandi orsakað av óstøðuga íløgumarknaðinum, ávirkar tað ikki okkara strategiska mál um at lata sum mest út aftur til limirnar. Vit hava ongantíð latið so nógv útaftur, sum vit gera í ár, sigur Aslaug Gisladóttir.
Limirnir í Ognarfelag Tryggingartakaranna – tað vil siga kundarnir í Betri Trygging – fáa tilsamans 42 milliónir kr aftur í Limakrónum. Harumframt verða 30 milliónir kr. settar av til samfelagsgagnliga stuðulsvirksemi hjá samtakinum.
Av stórum stuðulsavtalum hjá samtakinum kunnu eitt nú nevnast Skúlaleikir, ið er eitt samstarv við ÍSF um felagsskap og rørslugleði í fólkaskúlunum, stuðul til føroyskar granskingar-verkætlanir í samstarvi við Granskingarráðið, og sum nakað nýtt er avtala gjørd við Filmshúsið um at veita føroyskum filmsverkætlanum tilsamans tríggjar milliónir komandi trý árini.
Nýggir nevndarlimir
Á nevndarfundinum fríggjakvøldið stóðu tríggir av teimum seks nevndarlimunum fyri vali. Mortan Simonsen og Petur Elias Nielsen halda framm í nevndini. Nývald í nevndina er Tóra við Keldu, ið kemur inn fyri Gunn Danielsen. Harumframt eru Aslaug Gísladóttir, Poula Michelsen og Ragnar Joensen í nevndini. Aslaug Gísladóttir heldur fram sum forkvinna og Poula Michelsen tekur við sum nývald næstforkvinna.
- Hóast tíðirnar eru óstøðugar júst nú, eru vánirnar góðar, sigur Aslaug Gísladóttir, forkvinna. Øll dótturfeløgini vænta sær væl betri úrslit í ár enn í fjør, og vit vænta eisini, at íløgumarknaðurin fer at stabilisera seg aftur. Úrslitið hjá samtakinum fyri 2023 verður væntandi millum 170-250 milliónir kr. eftir skatt.
Ársroknskapurin hjá samtakinum í stuttum:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2023
Metnógv fólk flugu við Atlantic Airways í fjør, og nú kunngerð flogfelagið eitt avlop upp á 21 milliónir krónur
Stórur vøkstur í ferðafólkatalinum og økt leiguflúgving hava bøtt munandi um raksturin, ið nú aftur gevur avlop. Avlopið eftir skatt var 21 milliónir krónur í 2022 samanborið við 10 milliónir krónur í halli árið fyri.
Á aðalfundinum í gjár varð ársroknskapurin hjá Pf. Atlantic Airways fyri 2022 lagdur fram, ið vísir stóra framgongd samanborið við 2021.
351.000 ferðandi flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í 2022. Hetta er methøgt. Í mun til 2021 er ferðafólkatalið økt við 150.000 ferðafólkum. Umleið 47 prosent av ferðafólkunum vóru útlendsk ferðafólk, ið svarar til umleið 164.000 ferðaseðlar. Tá ið føroyingar uttanlands verða taldir við, vísa hagtølini, at umleið 55 prosent av ferðafólkunum eru búsitandi uttanlands.
Framleiðslan hjá flogførunum øktist 65 prosent – úr 4.984 flogtímum í 2021 upp í 8.654 flogtímar í 2022. Tyrluflúgvingin øktist 8 prosent – úr 764 tímum upp í 825 tímar í 2022. Í 2022 var tyrlan boðsend 58 ferðir til leiting, bjarging og innanlendis sjúkraflutning. Í miðal var tyrlan á flogi eftir 8,1 minuttum.
Atlantic Airways hevði 21,0 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2022, samanborið við 9,6 milliónir krónur í halli í 2021. Samlaðu inntøkurnar í móðurfelagnum øktust úr 410 milliónir krónur í 2021 upp í 689 milliónir krónur í 2022. Úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar (EBITDA) gjørdist 78 milliónir krónur í avlopi í 2022 samanborið við 43 milliónir krónur í avlopi í 2021.
- Vit eru sera takksom fyri øll okkara trúføstu viðskiftafólk og tað stóra arbeiðið, sum leiðsla og starvsfólk hvønn dag í árinum gera fyri at veita eina góða og heimliga tænastu. Vit fegnast um, at avlop aftur er í rakstrinum eftir tvey avbjóðandi ár, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.
New York nýtt ferðamál seinni í ár
Í næstum verður byrjað at selja ferðaseðlar beinleiðis úr Føroyum til New York. Fyrsti túrur vestur um hav verður 22. august, og flogið verður eina ferð um vikuna til fyrst í oktober.
Í 2023 bjóðar Atlantic Airways ferðafólki beinleiðis rutuflúgving til og úr Føroyum til 11 ymisk ferðamál: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Oslo, Reykjavík, Edinburgh, París, Barcelona, Mallorca, Gran Canaria og New York.
Talið av flogtúrum verður økt, og roknað verður við fleiri ferðafólkum, sammett við 2022.
Við fýra Airbus A320 flogførum eru vit til reiðar til framhaldandi vøkstur í føroyskari ferðavinnu og menning av flogsambandinum út í heim, samstundis sum tøka orkan verður seld til leiguflúgving.
Simulatorbygningur
Um stutta tíð verður farið í gongd við at byggja høllina til tyrlusimulatorin, ið eftir ætlan letur upp í juni 2024. Við nýggja tyrlusimulatorinum fara Atlantic Airways og Føroyar at gerast ein altjóða miðdepil fyri tyrluvenjing, har tyrluskiparar úr øllum heiminum kunnu koma til mest framkomna AW139 tyrlusimulator á marknaðinum.
Leggja dent á burðardygd
Atlantic Airways leggur stóran dent á burðardygd og hevur sum mál at flúgva so umhvørvisvinarliga sum gjørligt. Síðani 2008 er CO2-útlátið fyri hvørt flogsetur á farleiðum felagsins fallið við 48%, orsakað av nýggjari, størri og umhvørvisvinarligari flogførum.
Flúgva fyri Føroyar
Okkara fremsta mál er at knýta Føroyar at umheiminum til frama fyri føroyingar og føroyska samfelagið, samstundis sum rutunetið eisini gevur útlendingum fleiri møguleikar at vitja Føroyar. Og vit taka lut í menning av ferðavinnu í Føroyum, umframt at tyrlur okkara knýta oyggjar saman og skapa tryggleika.
Virkin luttakari í samfelagnum
Sum virkin luttakari í samfelagnum stuðlar felagið føroyskum ítrótti, mentan o.s.fr. og samstarvar eitt nú við Landssjúkrahúsið og MEGD. Harumframt hevur felagið við Sveiggj skipanini serstaka prísskipan til ungdóm og lesandi, so eisini tey, ið lesa uttanlands kunnu varðveita tilknýtið til Føroyar og føroyska samfelagið.
Aðalfundurin afturvaldi somu umboð í nevndina, og Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannessen sum næstformaður. Hini í nevndini eru Esther Dahl, Annika Larsen Black, Jens Eystein í Løðu og Tommy Andreasen, ið er nývaldur sum starvsfólkavaldur nevndarlimur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2023
Hagstovan hevur gjørt upp útflutningshagtølini fyri februar
Føroyski útflutningurin til Russlands er nú á sama støði, sum hann var áðrenn februar 2022, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina.
Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni fyri føroyska útflutningin.
Myndin niðanfyri vísir mánaðarliga útflutningin til Russlands og Evropa.
Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp. Í februar var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 105,4 milliónir krónur. Í februar í fjør var útflutningurin 58,8 milliónir krónur.
Sum sæst á myndini niðanfyri, sveiggjar útflutningurin av uppsjóvarfiski nógv og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vørubólkurin 'aðrar vørur' fevnir fyri tað mesta um sølu av olju til russisk skip, ið leggja til kei í Føroyum. Í februar var útflutt fyri 12,4 milliónir krónur av øðrum vørum. Hetta er vanligt fyri februar mánað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Samlaði útflutningurin nærkast 13 milliardum
Hagstovan hevur júst gjørt føroyska útflutningin fyri februar mánað. Samanborið við 12 mánaða skeiði frammanundan, vaks virðið fyri øll fiskasløg uttan sild, meðan nøgdin samlað minkaði trimum prosentum.
Útflutningur av laksi vaks við 831 milliónum krónum ella 17 prosent. Men nøgdin minkaði góð 11.000 tons ella 13 prosent.
Næststørsti vøkstur er 'annar fiskur'. Hetta er fyri tað mesta fiskamjøl og fóður tilgjørt úr ymsum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 807 milliónir krónur, ella 58 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 43 prosent.
Útflutningurin av toski vaks 282 milliónir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 32 prosent. Nøgdin vaks 6 prosent.
Prísurin á toski og upsa heldur fram at vaksa, meðan prísurin á hýsu hevur verið tann sami síðani summarið 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2023
Føroyski innflutningurin vaks við 35 prosentum í 12 mánaðaskeiðinum frá mars 2022 til februar 2023 í mun til undanfarna skeið
Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá mars 2022 til februar 2023 var 12,8 milliardir krónur. Tað eru 3,3 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.
Innflutningurin í februar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá mars 2022 til februar 2023 samanborið við undanfarna skeið.
Stóri vøksturin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá innflutningi av skipum og flogførum, ið vaks 1,4 milliardir krónur úr 180 milliónum til 1,6 milliardir. Innflutningurin av brennievni er vaksin 917 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri.
Tá skip og flogfør ikki verða tikin við, vaks innflutningurin hetta tíðarskeiðið við 1,9 milliardum úr 9,3 upp í 11,2 milliardir krónur.
Innflutningurin 'til hav- og landbúnað' er vaksin 332 milliónir krónur ella 53 prosent. Hetta er fyri tað mesta alifóður. Hækkingin í innflutninginum 'til aðra framleiðslur', stavar fyri ein part frá vaksandi innflutningi av heilivági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2023
Hagstova Føroya hevur gjørt tølini fyri seinasta árið upp. Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu - høvuðsstaðurin vaks við 131 fólkum, meðan fleiri fluttu úr Kollafirði
Í vikuni hevur Hagstovan kunngjørt, hvussu fólkatalið hevur háttað seg millum 1. mars 2022 og 1. mars 2023. Talan er um ein vøkstur á 1,1 prosent, ið er nakað lakari enn undanfarnu árini. 1. mars búðu 54.300 fólk í Føroyum.
Hagstova Føroya hevur eisini hugt eftir teimum ymisku kommunum. Har ber til at gera upp, at fólkavøkstur var í 19 av teimum 29 kommununum seinasta árið.
Tann størsti vøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu, meðan størsta minkingin var í Hvalbiar og Sumbiar kommunu. Bygdirnar við størsta vøkstri og størstu minking vóru báðar í Tórshavnar kommunu. Størsti vøkstur var í Tórshavn, har 131 løgdust afturat, meðan størsta minking var í Kollafirði, har fólkatalið minkaði við 21 seinasta árið. Júst demografiska gongding og bústaðartroti í Kollafirði skal umráðast á borgarafundi í kvøld.
Hagstovan skrivar, at aðrar bygdir við fólkavøkstri vóru Hoyvík, Argir, Klaksvík og Saltangará, meðan fólkatalið minkaði í millum annað Søldarfirði, Hvalba og Lopra.
Áhugavert var eisini, at millum annað Nes kommuna hevði ein góðan vøkstur (48 fólk - 3,3 prosent), meðan talan var um eina minking í Suðuroynni sum heild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2023
Fólkatalið 1. mars var 54.303. Vøksturin hevur verið nakað lakari síðani 1. mars 2022 enn undanfarin ár - serliga er tað stóra minkingin í burðaravlopinum, sum er atvoldin, skrivar Hagstovan
Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur vøksturin tó verið lakari enn undanfarnu árini, og tað kemur serliga av stóru minkingini í burðaravlopinum. Hinvegin vigar ein vøkstur í nettoflytingini í stóran mun upp ímóti hesum, so samanumtikið vísir trendurin í myndini niðanfyri framhaldandi vøkstur í fólkatalinum.
Hetta skrivar Hagstova Føroya á heimasíðu sínari.
- Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 143 fólk og eini nettoflyting á 465 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin eitt vet størri meðan burðaravlopið er minkað við einum triðingi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Hagstovan heldur fram og vísir á, at síðani 2020 hevur lutfalsliga stórur vøkstur verið í bæði tilflyting og fráflyting. Nærum javnfjaru trendarnir greiða frá, at tilflytingin og fráflytingin eru vaksnar líka nógv. Nettoflytingin í Føroyum er tí enn á leið tann sama sum í 2020.
Føðitalið minkar - deyðatalið hevur verið støðugt man vaks brádliga fyrru hálvu av síðsta ári.
- Føðitalið var lutfalsliga høgt í 2020 og er síðani spakuliga minkað. Deyðatalið, sum hevur verið sera støðugt seinastu mongu árini, var fyrru helvt av 2022 óvanliga høgt. Tað hevur saman við lága føðitalinum minkað nógv um burðaravlopið. Seinastu mánaðirnar er deyðatalið minkað nakað aftur, og gongdin í lága burðaravlopinum hevur tí verið meira støðug. Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Trendarnir í myndunum omanfyri lýsa ávikavist gongdina í til- og fráflytingini og gongdina í føði- og deyðatalinum (Mynd: hagstova.fo)
Fólkavøkstur var í 19 av teimum 29 kommununum seinasta árið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2023
Vøksturin í 2022 var tann størsti nakrantíð, boðar Hagstovan frá. Tað er serliga seinastu tíggju árini, at hetta talið er farið uppeftir í Føroyum
- Fyrstu fjúrtan árini í hesi øldini var talið av uppihalds- og arbeiðsloyvum til útlendingar í Føroyum eini 500-600 árliga. Men við tí nógv økta vinnuliga virkseminum í Føroyum fór talið at vaksa av álvara frá 2014.
Hetta skrivar Hagstova Føroya á heimasíðu sínari, í samband við at tølini fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyri 2022 eru gjørd upp.
Samlaða talið sum søkti var 3.284, og er hetta søguliga høgt. Tað eru beint yvir 1.000 fleiri enn í 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Sambært tølunum hjá Hagstovuni var talið av loyvunum, ið útelendingar hava tørv á fyri at verða og arbeiða her, 422 fyri júst tíggju árum síðani. Nú er talið sløk 3.300, og harvið er talan um vøkstur á næstan 3.000 fólk/loyvir.
Hetta sigur nakað um rákið á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og spurningurin er so, um vøksturin heldur fram og í hvønn stóran mun.
Samstundis boðar Hagstova Føroya frá, at brotini á sonevndu útlendingalógina eru vaksandi - ella í øllum førum fráboðaninar um tey.
- Fráboðanir av brotum á útlendingalógina vóru í miðal færri enn 25 heilt fram til 2018, men fóru eftir tað at vaksa stórliga, úr 20 í 2018 líka upp í 154 í 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2023
Tvær milliónir krónur fara til eigararnar í vinningsbýti
Ársúrslitið hjá Spf. Kreton í 2022 gjørdist eitt yvirskot upp á 5,1 milliónir krónur, sum er besta úrslit higartil hjá fyritøkuni, sum hevur heimstað í Norðagøtu.
Kreton-navnið sæst serliga á teimum vøkru og vælhildnu reyðu lastbilunum, sum síggjast arbeiða kring alt landið.
Tað er asfaltering, flutningur og entreprenør arbeiði, sum í dag er høvuðsvirksemið hjá fyritøkuni Kreton, sum brøðurnir Eyðun og Ove Magnussen eiga. Fyritøkan hevði 20 ára dag í november í fjør, so talan er um eina fyritøku við nógvum árs royndum og førleikum innan asfaltering, flutning og entreprenørarbeiði.
Fyritøkan hevur í dag yvir 30 lastbilar og maskinur og hevur umleið 20 fólk í starvi.
Roknskapurin hjá Spf. Kreton vísur, at bruttovinningurin er nógv vaksin síðstu sjey árini. Úr 11 milliónum krónum í 2016 til 20,5 milliónir í 2022. Samlaða sølan er ikki upplýst, men metast má, at tað er nógv økta sølan sum ger at bruttovinningurin er vaksin síðstu árini.
Í 2022 er bruttovinningurin 20,5 milliónir, sum er nærum óbroyttur í mun til 2021, tá bruttovinnignurin var 20,6 milliónir krónur.
Starvsfólkaútreiðslurnar vóru 9,2 milliónir krónur í 2022, sum eru 1,7 milliónir lægri enn í 2021.
Úrslit áðrenn avskrivingar, Ebitda, vaks úr 9,6 milliónum í 2021 til 11,2 milliónir krónur í 2022. Vøksturin er 1,6 milliónir, ella 16 prosent í mun til árið fyri. Hetta vísir, at rakstrarlønsemi er betrað í 2022.
Felagið hevði í 2022 avskrivingar av materiellari støðisogn upp á 4,6 milliónir krónur.
Úrslit eftir skatt í 2022 gjørdist tí eitt avlop upp á 5,1 milliónir, sammett við 3,9 milliónir krónur í 2021. Vøksturin í ársúrlitinum var tískil 1,1 milliónir ella 29 prosent. Talan er tískil um eitt gott úrslit í 2022.
Fíggjarjavnin hjá Spf. Kreton var við ársenda 2022 íalt 37,4 milliónir. Støðisognin var 25,1 milliónir og ogn í umferð var 12,3 milliónir krónur.
Eginpeningurin hjá Kreton var í 2022 16,7 milliónir krónur. Trygdarevni er tískil 4 prosent, sum verður mett at vera gott.
Langfreistaða skuldin í 2022 var 9,7 milliónir, sum er 4 milliónir krminni minni enn í 2021.
Stuttfreistaða skuldin var 9,2 milliónir í 2022 í mun til 8,4 milliónir í 2021.
Gjaldførið hjá Kreton var rímiliga gott við ársenda 2022 , tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 134 prosent samanborið við 116 prosent í 2021. Tøki peningurin í 2022 var 4,7 milliónir krónur.
Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2022 sett 2 milliónir krónur av sum vinningsbýti til eigararnar.
Stjóri í Spf. Kreton er Eyðun Magnussen. Nevndarformaður er Suni E. Justinussen.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2023
Hon hevur kannað, hvussu yvirmøði ávirkar kognitivu avrikini hjá fiskifólki
Farna fríggjadag vardi Annbjørg Abrahamsen sína ph.d.-ritgerð um yvirmøði hjá fiskifólki, og kann hon nú kalla seg ph.d.
Ritgerðin hjá Annbjørg Abrahamsen kallast "Fatigue, Sleepiness and Sleep among Faroese Fishers", skrivar Fróðskaparsetur Føroya í tíðindaskrivi.
- Hetta er størsta kanningin á staðnum, sum nakrantíð er gjørd millum fiskifólk, og við so mongum variablum.
M.a. hetta segði Jørgen Riis Jepsen, lækni og lektari á Syddansk Universiteti, sum var ein av trimum andmælingum í Kongshøll.
- Framgongdin, sum tú hevur havt í arbeiðinum sum ph.d.-lesandi, er eyðsýnd. Hetta er drúgvasta og mest frálíka kanningin av hesum slagi, legði Margareta Holtensdotter Lützhöft, professari á Høgskulan på Vestlandet, aftrat. Saman við Mariu Skaalum Petersen, lektara á Setrinum, sum var forkvinna í dómsnevnini, var Margareta eisini andmælingur.
Annbjørg Abrahamsen hevur kannað, hvussu yvirmøði (fatigue) ávirkar kognitivu avrikini hjá fiskifólki, sum sigla við ísfiskalínuskipum, frystilínuskipi, trolarum undir 40 tons og garnaskipum. Hetta verður kannað við fleiri subjektivum og objektivum kanningaramboðum.
Dáturnar vóru savnaðar yvir 15 mánaðar frá 18 túrum við 15 ymsum skipum: 90 monnum við ísfiskalínuskipum, 14 monnum við frystilínuskipi, 34 monnum við garnaskipi og 19 monnum við útróðrartrolbátum størri enn 40 tons. Samanlagt luttóku 157 mans við tilsamans 202 døgum á sjónum, samsvarnadi 1.822 persóndagar (persóndagar = talið av manning faldað talið av døgum til skips).
Felags fyri hesar skipabólkar var, at teir bert høvdu eina manning og onga skipan fyri frítúrar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2023
Ritgerðin snúði seg um bróstkrabba og ymiskar viðgerðir tí viðvíkjandi. Høgni Hammershaimb Andersen hevur gjørt verkætlanina í samstarvi við KU, Herlev og Gentofte sjúkrahús
Hósdagin 30. mars vardi Høgni Hammershaimb Andersen ph.d. ritgerð sína við heitinum: "The effect of and barriers towards exercise-based interventions in patients with breast cancer in systemic treatment and the influence of CRP on the prognosis".
Føroyingurin, ið nú hevur eina ph.d innan fysioterapi, hevur verið innskrivaður á Københavns Universitet. Júst hendan verkætlanin er gjørd í samstarvi við Herlev og Gentofte sjúkrahús.
Upplýst verður, at tríggir professarar vóru í metingarnevndini: Julie Midtgaard, professari á Københavns Universitet og forkvinna í nevndini, Anders Bonde Jensen, professari á Aarhus Universitet og Anna Campbell, professari á Edinburgh Napier University.
Vegleiðarar hava verið Dorte Lisbet Nielsen, professari, Julia Sidenius Johansen, professari, Carsten Bogh Juhl, professari, Anders Vinther, ph.d. og Cecilia Margareta Lund, dosentur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2023
Seks fólk gingu seg føst vesturi á Víkum í Vágum hóskvøldið. Fjallabjargararnir kom teimum til hjálpar
Fjallabjargararnir máttu hósdagin koma seks fólkum, sum vóru á vesturi á Víkum, til hjálpar.
Tey høvdu gingið seg føst í góðveðrinum. Sum skilst høvdu tey gingið seg føst á Víkasandi í Viðvík, og vóru komin av Víkum.
VP skrivaði hóskvøldið, at øll vóru komin á slætt aftur. Fráboðanin um hendingina kom um 19 tíðina.
Sagt varð av politistøðini, at fólkini eru von at ganga í fjøllunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2023
Kanningin av umstøðunum, tá Eysturbúgvin sakk hevur nú fingið Sjóvinnustýrið til at seta øllum partrolarum krav um at fáa trygdarviðurskiftini í rættlag
Eftir samanstoytin millum partrolararnar Eysturbúgvan og Vesturbúgvan í fjørvár, hevur Sjóvinnustýrið kannað umstøðurnar á partrolarunum, og niðurstøðan er púra greið: Ábøtur eru átrokandi á mongum av skipunum, sum í ov stóran mun als ikki standa mát, tá tað ræður um trygd á sjónum.
Nú skulu viðurskiftini fáast í rættlag í samstarvi millum reiðarí og Sjóvinnustýrið. Hesum boðar Sjóvinnustýrið frá.
Stýrið er farið undir eitt átak, sum hevur til endamáls at bøta um trygdina í partrolaraflotanum. Ein kanning, sum Sjóvinnustýrið hevur gjørt av 12 av teimum 15 partrolarunum í flotanum vísir, tað haltar so mikið nógv við trygdarmannagongdum á einum parti av skipunum, at alneyðugt er at gera eitt serligt átak fyri at betra um trygdina á sjónum og arbeiðsumhvørvið umborð.
Reiðararnir hava fingið boð frá Sjóvinnustýrinum um tær ábøtur, sum krevjast, og í næstum fer stýrið at kanna, um viðurskiftini í hesum partinum av flotanum eru komin í rættlag.
Upprunin til átakið
14. apríl 2022 rendu Eysturbúgvin og Vesturbúgvin saman á økinum við Wyville Thomson Ridge, einar 120 fjórðingar í ein útsynningsunnan úr Føroyum.
Stutt eftir samanstoytin sakk Eysturbúgvin og liggur nú á umleið 500 metra dýpi. Manningin á Eysturbúgvanum taldi sjey, og allir blivu bjargaðir umborð á Vesturbúgvan.
Kanningarnar av málinum, sum Den Maritime Havarikommissionin (DMAIB) hevur gjørt fyri Sjóvinnustýrið, lýsa málið væl, og tær snúgva seg í høvuðsheiti um umstøðurnar, ið elvdu til, at skipini rendu saman, og hví Eysturbúgvin sakk.
Les eisini: Skiparin á Vesturbúgvanum sovnaði
Á síðu 29 í frágreiðingini vísir Sjóvinnustýrið á, at um illa vildi til, kundu vit mist mannalív. Tað er tí alneyðugt og sjálvsagt, at øll segl nú verða sett til fyri at minka um vandan fyri, at slík óhapp henda aftur.
Kanningin hjá Sjóvinnustýrinum
Eftir óhappið í apríl 2022 hevur Sjóvinnustýrið kannað 12 av 15 skipum, ella tað, sum svarar til 80 prosent av partrolaraflotanum, sum er virkin í Føroyum. Kanningin er óvísindalig, men hon er grundað á drúgt og gott samskifti millum sýnsfólk frá Sjóvinnustýrinum, reiðarar, sum varða av skipunum og - ikki minst - manningarnar á teimum 12 skipunum.
Úrslitini av kanningini eru sum heild ikki góð.
Umframt at kanna ymisk vanlig viðurskifti viðvíkjandi trygd á sjónum var serligur dentur lagdur á viðurskifti, sum beinleiðis ella óbeinleiðis høvdu ávirkan á orsøkina til, at Eysturbúgvin og Vesturbúgvin rendu saman. Sum kunnugt eydnaðist tað manningini á Vesturbúgvanum at bjarga manningini á Eysturbúgvanum eftir lítlari løtu, og Sjóvinnustýrið legði seg í kanningini somuleiðis eftir at gera eina meting av, um øll skipini í partrolaraflotanum høvdu kunnað gjørt teimum tað eftir.
Kanningini hjá Sjóvinnustýrinum vísir, at:
Fyri at manning kann vera fyrireikað til neyðstøður, eru ásettar reglur um venjingar, sum skulu gerast regluliga. Kanningin vísir, at bara 45 prosent av skipunum gera regluligar venjingar.
Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um arbeiðsumhvørvi umborð á skipum (Fráboðan A) nr. 80 frá 15 juli 2016 ásetur, at alt arbeiði umborð skal leggjast til rættis soleiðis, at tað kann gerast á tryggan hátt. Hetta merkir, at váðametingar skulu gerast av arbeiðisstøðum, har vandi er á ferð fyri manningina.
Kanningin vísir, at 31 prosent av skipunum hava arbeiðspláss-metingar (APM) umborð, meðan einans 21 prosent av skipunum brúka APM regluliga.
Niðurstøðan av kanningini hjá Sjóvinnustýrinum er tí greið: Trygdin og arbeiðsumhvørvið umborð á partrolaraflotanum er ikki nøktandi fyri ein part av skipunum, og øll skipini høvdu ikki megnað tað, sum manningin á Vesturbúgvanum megnaði, nevniliga at bjarga teimum sjey monnunum innan fáar minuttir eftir, at Eysturbúgvin var sokkin.
Tí hevur Sjóvinnustýrið givið boð um, at ófullfíggjaðu trygdarumstøðurnar mugu og skulu fáast í rættlag, og stýrið vil somuleiðis gera greitt, at eftirlitsvitjanir verða gjørdar í næstum fyri at tryggja, at ábøturnar eru gjørdar.
- Sum siglingartjóð eiga reiðarar, manningar, manningarfeløg, undirveitarar og vit myndugleikar altíð at taka trygd á sjónum og arbeiðsumhvørvið umborð á skipum okkara í størsta álvara. Men tíverri er tað ein sannroynd, at vit mugu gera átøk fyri at fáa trygdina á sjónum fremri í raðfestingunum enn í dag. Vit í Sjóvinnustýrinum taka málið í størsta álvara, og vit eru í sambandi við allar partar við eittans endamáli: At betra um trygdina á sjónum og at verja mannalív, skrivar Sjóvinnustýrið.
Øll frágreiðingin kann lesast her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2023
Hátrýstið fer vestureftir, og kaldari luftrák av norði og útnyðringi rekur yvir Føroyar
Góða veðrið, sum vit hava upplivað hesar seinastu dagarnar, verður ikki liggjandi. Um vikuskiftið og í komandi viku verður kaldari.
Veðurstova Landsins skrivar, at Føroyar hava ligið undir einum hátrýstið, sum gav okkum sól og hita um 13 til 15 stig í fleiri dagar.
- Tað byrjaði fyri nørkum døgum síðan við gráligum veðri, skýggjað og mjørki í støðum, men í dag er klárt kring alt landið. Á myndum, tiknar úr fylgisveinum, síggjast eingi skýggj, bert frostrípur eftir flogførum langt uppi.
Leygarkvøldið fer hátrýstið at liggja við Eysturgrønland, meðan køld luft fer at streyma ímóti Føroyum av útnyrðingi (Mynd: Veðurstova Føroya)
Síðan er hátrýstið farið vestureftir, og fer at leggja seg við Eysturgrønland. Hetta merkir, at vit fara at fáa eitt kaldari luftrák ímóti Føroyum av útnyrðingi og norði.
Veðurstovan skrivar, at tá kann væntast ælaveður við bæði regni og vátakava, og at hitin fer niður móti frostmarkinum.
Kalda veðrið heldur fram í komandi viku, men tað verður ikki nógvur vindur og heldur ikki serliga nógv kavaæl, skrivar veður.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2023
Nú virkar veðurstøðin aftur í Mykinesi, men mátingarnar verða gjørdar á øðrum stað
Í síðstu viku var veðurstøðin aftur sett upp í Mykinesi, eftir at hon hevur verið óvirkin í longri tíð.
Tað er í hesum sambandi umráðandi at boða frá, at staðsetingin ikki er tann sama sum áður, skrivar Veðurstova Føroya á heimasíðu síni. Fyrr hevur veðurstøðin staðið við húsini í Mykineshólmi, og vindmátingin hevur verið gjørd oman á takinum á vitanum. Nú er staðsetingin 5G masturin hjá NET vestan fyri bygdina.
(Mynd: Veðurstova Føroya)
Hendan flyting ger, at samanhangið, sum hevur verið millum vindin í Mykinesi og viðurskiftini á sjónum í økinum, nú møguliga ikki er heilt tað sama sum áður.
Orsøkin til flytingina er eitt ynski um økta trygd hjá starvsfólkum, umframt at mátingarnar gerast meiri viðkomandi hjá teimum lokalu brúkarunum. Ymiskir tankar um staðseting hava verið frammi, men fyri at skunda undir, at mátingar aftur eru tøkar, so er hendan loysnin vald fyri fyrst, skrivar Bárður A. Nielsen, deildarleiðari á Veðurstøðini.
Niðurstøðan eftir samskifti við tey lokalu, er annars, at vindmátingin skal gerast so tyrluflúgvingin fær mest møguligt gagn av henni. Hvørt hendan nýggja staðsetingin kann brúkast, ella best er at flyta hana, fer at vísa seg í komandi tíð.
Vevmyndirnar úr Mykinesi eru enn tær somu áður, t.v.s. tiknar av vitanum í Mykineshólmi.
Veðurstovan ynskir at hoyra aftur frá brúkarum av veðurmátingunum úr Mykinesi, hvørt tað, vit gera, er nøktandi, ella hvussu mátingarnar vit gera kunnu betrast. Tey, ið hava nakað upp á hjarta í hesum máli, kunnu skriva til [email protected].
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2023
Arbeiðið at gera Føroya Arena er av álvara byrjað. Høllin verður liðug á sumri 2025
Arbeiðið við at gera Føroya Arena, tjóðarhøll føroyinga, er av álvara byrjað. Uppi við Stórutjørn í Hoyvík, har høllin fer at standa, verður nú sprongt og grivið omanav, og fyrst í juni verður farið at stoypa.
Tað gongst eisini væl við prosjekteringini. Umsókn um byggiloyvi verður latin Tórshavnar kommunu fyrsta dagin.
Tjóðarhøllin verður marghøll til alskyns virksemi, eitt nú ítrótt, ráðstevnur, møtir, konsertir og annað, sum savnar.
Høllin verður liðug 29. januar í 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2023
Borgarafundur mælti einmælt til hesa staðseting
Semja er millum kollfirðingar um, at komandi eldradepilin í bygdini eigur at liggja á Todnesi.
Hetta kom fram á borgarafundinum, sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri í Kollafirði í vikuni.
Eitt av fleiri evnum á fundinum var eldradepilin. Núverandi tilhald og eldrasambýli í bygdini er vorðið ótíðarhóskandi, og tørvur er á einum nýggjum eldradepli.
Ætlanin er at gera ein depil, har allar tænastur á eldraøkinum í bygdini eru samlaðar. Fleiri uppskot hava verið um staðseting, men fundurin mælti einmælt til at leggja depilin á Todnesi. Hetta tók borgarstjórin til eftirtektar, og lovaði at fara í gongd við at útvega øki beinanvegin, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2023
Í hesum sambandi verða allir borgarar í økinum bodnir at vera við til ein arbeiðsdag í dag, har øll í felag gróðurseta og planta náttúruøkið
Arbeiðið at gera náttúruøkið í Dalinum Langa í Hoyvík er byrjað, og í hesum sambandi verða allir borgarar í økinum bodnir at vera við til ein arbeiðsdag í dag, har øll í felag gróðurseta og planta náttúruøkið, skrivar Tórshavnar kommuna.
Dagurin byrjar kl 11 við kaffi og morgunbreyði, og síðani fara øll at gróðurseta. Tey, ið hava hug til at vera við til at gera náttúruøkið í Dalinum Langa mugu minnast til at taka spaka við.
Beint fyri páskir varð sáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og Urtagarðstænastuna um at gera ætlaða náttúruøkið í Dalinum langa, sum býráðið samtykti at fara undir beint fyri jól í fjør. Ætlanin varð boðin út til fýra veitarar, ið allir lótu inn tilboð, og eftir viðgerð av innkomnum tilboðum fall valið á Urtagarðstænastuna.
Náttúruøkið verður skipað við gróðurseting, soleiðis at økið í støðum er tætt, fjálgt og viðarlundakent og í støðum opnari, so dalurin og vátlendi í stóran mun verða varðveitt. Tilsamans verða væntandi umleið 50.000 trø plantað í økinum. Tórshavnar kommuna hevur í sambandi við ætlanina samskift við vinnugrannar um at luttaka í plantingini, sum verður í økinum uppat vinnustykkjunum eystanfyri Dalin langa.
Í náttúruøkinum verða fleiri gonguleiðir, uppihaldsøki, rørslu- og spæliøki, so økið verður framúr ískoyti til trivnað fyri borgarar. Nú er sáttmáli undirskrivaður við Urtagarðstænastuna, og arbeiðið farið í gongd. Ætlanin verður væntandi liðug á sumri í 2024.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2023
24 bólkar luttóku í Kolding í vikuni. Durita Feilberg Lamhauge, Jenny Maria Briansdóttir og Miriam Blábjørg Poulsen ganga í 10. flokki og hava ment eina ulla-rullu og ulla-haldara, sum kann brúkast til eplaveltur ella aðrar veltur
Íverksetarabólkurin Wull kappaðist hósdagin um danmarksmeistaraheitið í íverksetan við sínari verkætlan.
Eftir ein spennandi og hendingaríkan dag í Kolding, bleiv úrslitið at Wull fekk eitt flott annað pláss. Í alt 24 bólkar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi luttóku.
Wull hevur ment eina ulla-rullu og ulla-haldara, sum kann brúkast til eplaveltur ella aðrar veltur. At brúka ullina til at velta við hevur við sær eina betri úrtøku og góðsku.
Sum grundgeving fyri annað plassinum legði danska dómsnevndin millum annað dent á, at Wull hevði megnað at gagnnýtt eina vøru, sum var ment úr teirra nærumhvørvið, og sum ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu.
Harumframt hevði Wull gjørt ein góða og fullmenta prototypu, sum skjótt kann verða brúkaranum í hendi.
Næmingarnir handan Wull eru: Durita Feilberg Lamhauge, Jenny Maria Briansdóttir og Miriam Blábjørg Poulsen, sum allar ganga í 10. flokki í Tofta- og Runavíkar kommunuskúla. Lærararnir eru Súsanna Brekku og Jónleif Johannesen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2023
Veturin fór illa við plantasjuni í Trongisvági sum fyllir 100 ár næsta ár. Skógrøkt Landsins er nú farið í gongd við at hampað um
Seinastu dagarnir hevur ljóðið av motorsagum rungað í viðarlundini , lokalt nevnt Plantasjan, í Trongisvági. Kanska ikki eitt ljóð, ið ein ynskir at hoyra í eini viðarlund, men viðhvørt kann tað gerast alneyðugt.
Farni veturin er tíverri farin sera illa við Plantasjuni, ið fyllir 100 ár komandi ár. Nógv trø eru koppað í stormunum, ið hava verið og hava antin ligið heilt ella partvíst niðri á jørðini. Tílík trø, ið ikki standa í síni nátúrligu støðu, eru vandamikil hjá fólki at ganga fram við ella undir, tí brádliga kann okkurt geva seg, undir trýstinum frá tunga trænum.
Skógrøkt Landsins er tí í gongd við at saga hesi trø niður, ið eru til ampa og beinleiðis kunnu vera vandamikil fyri tey, ið koma framvið. Tvey fólk frá Skógrøktini eru komin suður, og fáa hjálp til uppruddingina av starvsfólkum frá kommununi. At saga trø niður eftir stormskaðum er vandamikið arbeiði, og tað kemur væl við, at Skógrøktin nýligani hevur sett ein skógteknikara í starvi.
Í 1926 skrivaði Hedeselskabet om viðarlundina í Trongisvági:
"I Trangisvaag har Plantningen klaret sig langt bedre end ventet, men man maa nok i Fremtiden være forberedt på en Del Ødelæggelse af Storm om Vinteren."
Sæð í hesum ljósinum má sigast, at viðarlundin hevur klárað seg væl, síðan uppruna gróðarsetingina í 1924.
Sera hóskandi er nú útlit til at farið verður undir nýggja gróðurseting í næstum, soleiðis at 100-árið kann hátíðarhaldast við einari rúgvu av nýggjum trøum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2023
Andrias Magnussen, sum hevur verið aðalskrivari síðani 2018, hevur fingið starv sum varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla
Andrias Magnussen, sum síðani á sumri 2018 hevur røkt starvið sum aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, fer í summar úr starvi.
Trúboðin skrivar á heimasíðuni, at Andrias Magnussen hevur fingið starv sum varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla, har hann byrjar 1. august.
- Mær hevur dámt væl í starvinum, sum hevur verið spennandi og læruríkt, við nógvum avbjóðingum og møguleikum sigur Andrias Magnussen: – Tað hevur verið ein frøi og ein heiður at verið leiðari hjá Kirkjuliga Heimamissiónin. Nú byrjar so eitt nýtt skeið í mínum arbeiðslívi, sigur hann.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2023
Hetta er sjeyndi ungdómsklubburin í kommununi afturat Margarinfabrikkini
Marjun Jansdóttir vann navnakappigina til ungdómsklubban á Velbastað fyri navnið VelbaStaðið. Hetta er sjeyndi ungdómsklubburin í Tórshavnar kommunu afturat Margarinfabrikkini.
Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, segði, tá navnið vaðr avdúkað, at tað eru skjótt fimtan ár síðani, at Tórshavnar kommuna setti sær fyri at skipa ungdómstilboð í bygdum og ymsum býarpørtum. Áðrenn var tað bert Margarinfabrikkin í miðbýnum, sum er virkis- og ungdómshús.
- Endamálini hjá kommununi við at skipa ungdómstilboð kring um í kommununi eru fleiri. Talan er um skipaði tilboð, sum námsfrøðilig starvsfólk standa fyri. Eitt annað endamál er at ungdómurin hevur eitt stað í nærumhvørvinum, sum er teirra, har tey kunnu stuttleika sær og hanga út í tryggum kørmum.
- Annað endamál er eisini at geva ungdóminum gott í beinið, tí tað at vera ung í dag kann eisini vera trupult. Nógvar eru freistingarnar, og skjótt er at missa fótafestið í býarlívinum. Í ungdómsklubbunum er trygt og mennandi.
Nú tilboðið á Velbastað letur upp, eru sjey ungdómsklubbar aftrat Margarinfabrikkini - tey eru Argjaskotið, Norðasta horn, Klubb 188, Kaldbak, Nólsoy, Úthangið í Kollafirði og nú VelbaStaðið.
- Við hesum tilboðið kunna vit vera við til at menna ungdómin, so hann er búgvin til at taka tær røttu avgerðirnar víðari á lívsleiðini, sigur Annfinn Brekkstein.
- Tað er okkara uppgáva at vera upplýsandi yvir fyri ungdóminum og menna tey víðari á lívsleiðini, tí tey koma at standa yvirfyri at taka avgerðir, sum føra tey á eina skeiva kós, tí eru hesi ungdómstilboðini og tað arbeiðið sum verður gjørt í klubbunum av alstórum týdningi fyri, at tey taka røttu avgerðirnar og fáa eitt sunnan og góðan uppvøkstur - og eru før fyri at taka tær røttu avgerðirnar í ungdómsárunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2023
Í sambandi við Bindifestivalin, sum er í Fuglafirði í hesum døgum, verður skipað fyri einum nýggjum tiltaki – Ullarteltið – har tey handfara ull burturav, og har øll kunnu síggja hvussu ullin sær út, luktar og følist, áðrenn hon verður tilgjørd
Við yvirskriftini 'Ull er Føroya gull – hava vit gloymt tað?', hava fyriskipararnir av Bindifestivalinum skipað fyri einum nýggjum tiltaki, tey kalla Ullarteltið.
– Ullarteltið er eitt ókeypis tilboð til allar føroyingar og er ikki tengt at sjálvum Bindifestivalinum, sigur Sólgerð Joensen, ein av fyriskiparunum av Bindifestivalinum.
– Flest fólk hava hoyrt orðafellið 'ull er Føroya gull', og tað er ikki uttan orsøk. Ullin hevði jú eins stórt virði og gull, og var við til at halda føroyingar heitar og turrar í mong ár. Nú vita vit, at stórar mongdir av ull verða burturbeindar á hvørjum ári, og alsamt færri føroyingar duga at handfara ullina, og tað halda vit vera spell. Tískil valdu vit at lata upp eitt ullartelt, meðan Bindifestivalurin er, har vit handfara ull burturav, og har øll kunnu síggja hvussu ullin sær út, luktar og følist, áðrenn hon verður tilgjørd – tey sleppa at hava gull millum hendurnar, sigur Sólgerð.
Ullarteltið fer at standa á parkeringsøkinum við bókasavnið í Fuglafirði og verður opið hvønn dag, meðan Bindifestivalurin er frá kl. 10 til 17.
– Vit fara at hava ókeypis verkstovur í teltinum, har tú kanst royna at spinna tær ein lítlan enda á handsnældu, karða og binda beint úr ullini. Hesar verkstovir verða bara hálvan tíma til longdar, so tú kanst royna fleiri verkstovur, um tær lystir, sigur Sólgerð.
Hetta er 8. árið á rað at Bindifestivalurin verður í Fuglafirði og í ár er yvirskipaða evnið ’upp á føturnar’, har dentur verður lagdur á tað at binda upp á føturnar. Skráin hevur verið fjølbroytt við gongutúrum og fyrilestrum um eitt nú matvanar, matoyðsl, politiska haturstalu, familjulív, kvinnur í sangum, lívsavbjóðingar/møguleikar, arkitektur, list, náttúruna og dipping. Eisini eru onnur almen, ókeypis tiltøk, so sum fyrilestur á bókasavninum og aftankvirra í kirkjuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2023
Alskyns tiltøk eru á skránni í Runavíkar kommunu fram til sunnudagin 30. apríl
Árliga mentanarvikan í Runavíkar kommunu hevur vanliga ein rúgvu av ymiskum titøkunum, og soleiðis verður eisini í ár.
Kommunan kunngjørdi í vikuni alla skránna á heimasíðu sínari. Hon byrjar við, at setan verður í Gulu Smiðju nú sunnudagin klokkan 14. Til ber at súkkla til setanina saman við Rynkeby úr ymsum støðum og renna saman við Roysninum úr Lamba.
Longu sunnudagin lata listaframsýningar upp, túrar verða gjørdir o.s.fr. Gjøgnum vikuna verður eisini ymiskt á skránni í Løkshøll. Nevnast kunnu orðaskifti um føroyska málið og miðlar, tónleikafagnaður, hondbóltslandsdystir á stórskermi og konsertir.
Flaggdagshald verður sjálvandi eisini týsdagin 25. apríl - løgtingsforkvinnan Bjørt Samuelsen flytir fram røðu við Skúlan við Løkin.
Tiltøkini í vikuni verða kring alla kommununa. Mentanarvikan í Runavíkar kommunu kemur at enda sunnudagin 30. apríl.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2023
Farna var var annað umfar av Sement í Reinsarínum
Leygardagin var annað umfar av ársins Sement-tónleikakapping á Reinsarínum í Havn. Á pallin fóru bólkarnir deiDei, Ása Helena Brynjarsdóttir, Nimbus Tópus, Eimyrja og Adrenaline, og endaði tað við, at Nimbus Tópus og Eimyrja komu víðari til finaluna.
Um Nimbus Tópus segði dómsnevndin, at image'ið hjá bólkinum er gjøgnumført. Tað var ein trygg og sikkur framførsla, og ein tann besta konsertin, sum ein av dómarunum nakrantíð hevur hoyrt á Sement. Tey megnaðu at hypnotisera fjøldina og høvdu fjøldina í síni hulu hond.
Um Eimyrja segði dómsnevndin, at bólkurin visti, hvat hann vildi. Tað var stílreint og tað var kelað fyri detaljunum. Teir vóru væl samanspældir og dugdi væl at framføra, og tað, at teir dyrkaðu tað so nógv gjørdi, at áhoyrarnir eisini dyrkaðu tað.
Fyrsta umfar av Sement var á páskum leygardagin í farnu viku, og tá komu Aggrasoppar og Tormóður víðari til finaluna, sum verður 29. apríl.
Triðja umfar verður í kvøld. Tá verða hesir bólkar á skránni: Skor, Danny & Ingi, Dóttir, Benjamin Rajani, Hanna Elisa, og Tidal Crush.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2023
'Purple Rain' er heiti á framsýning hjá Hansinu Iversen, sum lat upp í Steinprenti í gjár
Í gjár, fríggjadagin, lat ein framsýning upp við nýggjum málningum hjá Hansinu Iversen í Steinprenti.
Listakvinnan, ið herfyri fekk Mentanarvirðisløn Landsins, heldur við sínum nýggju verkum fram ta abstraktu rannsóknarferð, sum hon fór í holtur við einaferð í farnu øld.
Hansina Iversen málar nonfigurativar málningar við margfaldum rundleittum formum. Ljósið skyggir í teimum glógvandi litunum, men skínur eisini í hvíta løriftinum, sum hómast aftan fyri litirnar. Hesi verkini tykjast holdslig – eisini í mun til dynamisku penslastrokini, ið lýsa farvegin av rørslunum hjá listakvinnuni, meðan hon málaði tey.
Umframt rørslurnar í ferðmiklu strokunum, eru málningarnir gjølliga komponeraðir, so at heildin fær eitt merkiliga einfalt og klárt yvirbrá.
Til framsýningina “Purple Rain” hevur Hansina Iversen serliga arbeitt við kobolt violettum, ið er ein serstakur litur – kostnaðarmikil, tí hann er sera konsentreraður og ljósektaður. Við litinum arbeiðir listakvinnan bæði í dýpdini og á yvirflatanum á løriftinum.
Purpurlitti, violetti, bláreyði, lilla liturin hevur sína egnu listasøgu, har hann gjøgnum øldir hevur verið knýttur at konga- og keisaratign, at kirkju og at gandi. Violett sameinir kalt og heitt, andligt og holdborið, bláan himmal og reytt blóð. ‘Purple Rain’ merkir violett regn, og er jú eisini heitið á eini slóðbrótandi poppútgávu hjá Prince í 1984.
Hansina Iversen varð fyrr í ár heiðrað við Mentanarvirðisløn landsins (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2023
Hetta er á 40-ára degnum hjá Norðurlandahúsinum. Tá tað lat upp 8. mai 1983, spældi Annika Hoydal saman við Lars Trier á gittara á fyrstu konsertini
Táið Norðurlandahúsið í Føroyum lat upp sunnudagin 8. mai 1983 spældi Annika Hoydal saman við Lars Trier á gittara á fyrstu konsertini. Nú 40 ár seinni, mánakvøldið 8. mai 2023, kl. 19.30, stendur hon aftur á pallinum saman við sínum nýggja føroyska bólki á júst sama palli.
Annika Hoydal er tónleikari, sjónleikari og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva øld – í sjey áratíggju fyri at verða meiri nágreinilig.
Við nýggjari plátu ávegis og við líka nógvum uppá hjartað, fer Annika á útgávukonsertferð í mai við øllum tónleikarunum, ið hava spælt inn nýggjastu útgávuna, 'Leysir Endar'.
Í Føroyum er Annika serliga kend sum sangari í bólkinum Harkaliðið, umframt at hon hevur framført nógv solo. Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum, og nógvir av hennara sangum eru vorðnir fólkaogn. 'Aldan', 'Í dans', 'Lisa' og '15 ár' teljast millum nakrar av hennara kendastu sangum og verða framvegis sungnir av fólki í øllum aldursbólkum.
'Leysir Endar' er ein røð av sangum, ið Annika hevur savnað saman gjøgnum eitt langt lív. Her eru egin løg, siðbundin føroysk løg og okkurt útlendskt, ið beiggi hennara Gunnar Hoydal, sáli, týddi til føroyskt. Saman við sínum bólki hevur Annika verið í upptøkuhøli í Hoydølum og spælt alt inn. Øll upptøkan er akustiskt og alt í umhvørvinum har Annika vaks upp.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2023
Í mentanarvikuni hjá Runavíkar kommunu verður heimildarfilmur um tá ið torvið fór í søguna frumsýndur í Løkshøll
Eitt summarið fyri góðari hálvari øld síðani var 72-ára gamli Símun Højgaard á heiðuni í Rituvík og skarð torv. Árið varð helst 1966. Hetta var eitt av teimum seinastu árunum, at føroyingar skóru torv av týdningi, eftir at torvið hevði verið høvuðsorkukeldan í Føroyum heilt frá landnámstíð. Eitt tíðarskeið í føroya søgu var av.
Hepnið vildi tað so, at ein ungur amatørfotografur úr Sandvík var við í haganum saman við Símuni hetta árið og fangaði hendingini við sínum 8 mm Canon filmsupptakara. Saman við vinmanninum, Jóhan Højgaard úr Havn, hevði Sune Joensen sett sær fyri at skjalfesta ein part av føroyskari arbeiðsmentan og siðsøgu, sum um hetta mundið var komin fram at gravarbakkanum.
Í meira enn eina hálva øld lógu tær gomlu filmsupptøkurnar goymdar í eini skuffu, uttan at onnur visti nakað stórvegis um tær. Nú hevur Dánjal Højgaard, sonur Jóhan Højgaard, sum varð smádrongur tá og sjálvur var við á upptøkunum, leitað gamla vinmannin hjá pápa sínum upp. Suni, sum í dag er yvir 91 ár, hevur fingið riggað tann gamla filmsframvísaran til, og filmsliðið er sloppið at vísa føroyingum hvat tað var, hann sá á heiðini hetta summarið, og sum hann festi á film á hesum søguliga vegamóti.
Gjøgnum filmslinsuna hjá Suna Joensen verður áskoðarin fluttur aftur í eina tíð, sum er burtur. Til heimin í gjár. Vit fara afturum ein av seinastu torvskurðarmonnunum í Føroyum, og saman við søguni um torvið og torvarbeiði sigur heimindarfilmurin frá lívskorum í eini ungari niðursetubygd, har torvið var ein avgerðandi fyritreyt fyri búsetingini.
Áskoðarin verður førdur aftur á slóðina: til farvegin av teimum gomlu torvheiðunum. Og vit møta nøkrum av teimum gomlu fólkunum, sum upplivdu ta gomlu tíðina og fingu um endan á seinasta orkuskiftinum, sum fór fram miðskeiðis í 20. øld, tá tann nýggja tíðin, við elektriskum streymi og olju, troðkaði torvið av.
Heimildarfilmur um tá ið torvið fór í søguna verður frumsýndur í Løkshøll 28. apríl kl. 17 í sambandi við mentanarvikuna hjá Runavíkar kommunu.
Um filmin
Heiti: Mýrarnar tala
Lagt til rættis: Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen
Klipping: Hans Petur Hansen
Handrit og samrøður: Dánjal Højgaard
Stigtakari og fígging: Runavíkar kommuna
Útgávuár: 2023
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2023
Høllin í nýggja skúlanum verður ramman um kórstevnuna við luttøku av 17 kórum – og tað er met
Kórstevnan 2023 verður 28. og 29. apríl í Fuglafirði. Fyrsta kórstevnan var hildin í 1967. Síðani tá, hevur kórstevnan verið eitt afturvendandi tiltak á nærum hvørjum árið. Hetta er sættu ferð, at kórstevnan verður í Fuglafirði, og í ár eru met nógvar tilmeldingar.
Í ár verður tað dugnaligi bretski dirigenturin og organisturin, Michael Bawtree, sum stjórnar felagskórinum. Bawtree, sum býr í Skotlandi, hevur stjørnað orkestrum og kórum runt allan heimin, m.a. í the Royal Albert Hall í London.
Stevnan er bæði fyri einstaklingar og fyri sangarar, sum eru limir í kóri. Felagskórið venur fríggjakvøldið og leygardagin í góðum umstøðum í Fuglafjarðar Skúla. Skráin er spennandi, klassisk og rútmisk.
Seinastu árini hevur konsertin á kórstevnuni eisini verið ein kórkapping, soleiðis verður eisini hesaferð. Til konsertina leygardagin syngur felagskórið og øll tey kórini sum hava teknað seg til kórkappingina. Treytin fyri at kór kunnu luttaka er, at kórið hevur goldið limagjald til Kórsamband Føroya.
Konsertin verður leygardagin í høllini í nýggja skúlanum í Fuglafirði. Kórini syngja í hesi raðfylgju: Vestmanna Sangkór, Siloakórið, Tarira, Suð, Tórshavnar Manskór, Vágakórið, Fuglafjarðar Sangkór, Silvitni, Gøtu kirkju Ungdómskór, Kórið hjá Johan, Xperiment, Stranda Sangkór, Ljómur, Morgunkórið, Eystanljóð, Tórshavnar Kamarkór og Havnarkórið.
Kórkappingin í ár verður skipað eftir íblástri frá altjóða kórkappingum. Kórini verða mett eftir intónatión, ljóðgóðsku, tulking og eini heildarmeting.
Aftan á konsertina verður veitsla í Mentanarhúsinum, har Gutti fer at borðreiða við lekkrari matskrá, har hann skemtandi nevnir, at hann ætlar at brúka mold, ókrút og agn, umframt nýtt grønmeti og feskan føroyskan fisk til rættirnar. Aftaná fara væl upplagdu FourMENh at spæla til dans.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2023
Hetta er hansara fyrsta roynd sum rithøvundur
Í bókini, sum ber heitið “Tíðarhylkið”, eru 11 stuttsøgur. Hetta er fyrsta royndin hjá Ben Arabo sum rithøvundi, og kom bókin út hósdagin, tá tað eisini varð skipað fyri bókmentaløtu í Reinsaríinum, har Ben greiddi frá stuttsøgusavninum.
Tað er Sprotin, sum gevur út bókina, ið er 121 síður. Um savnið verður skrivað:
- Ben hevur gløggan og lættan penn. Evnini fevna millum annað um tað innantóma lívið, mærglætistilveru, grammleika og materialismu, øvundsjúku, snobbarí og sjálvgóðsk. Samfelagið verður lýst sum kalt og kyniskt og hevur eittans fyri eyga: at misnýta øll og alt. Søgurnar eru óhatíðarligar, skrivaðar á løttum talumáli, og tær eru fjøtrandi.
Ben Arabo er føddur í 1973 og er uppvaksin og búsitandi á Oyrareingjum. Hann tók útbúgving í Danmark sum búskaparfrøðingur og hevur búð í Bretlandi og Indonesia, har hann starvaðist í oljuvnnuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2023
Frum frumframførir nýggjastu tónleikaútgávu sína sum teaturkonsert
“For The Blue Sky”, fløguútgávan eftir Frum, verður nú sett upp sum teaturkonsert. Talan er um eitt samstarv, ið flættar saman tónleik, palllist, klædnasniðgeving, samtíðardans, grafikk og dynamiska scenografi, har áskoðarin fær høvi at traðka inn í eitt vakurt sansarúm og uppliva tónleik og pallist í einum nýggjum samanhangi.
Frumframførslan verður í Norðurlandahúsinum 20. mai.
Jenný Kragesteen er listakvinnan handan Frum, og hevur í fleiri ár havt ein dreym um at kunna skapa eina teaturkonsert, har tónleikurin fær nýggjar dimensjónir og verður víðkaður og settur inn í ein nýggjan samanhang.
“For The Blue Sky” er ein ferð gjøgnum støður í lívinum. Frá at verða vakin í heiminum, til at fóta sær, snáva, renna, kempa seg ígjøgnum torførar kenslur, sorg og kærleika.
Leikstjóri: Búi Rouch
Leikarar: Jenný Kragesteen, Vár Bech Árting, Rannvá Gurðrunardóttir Niclasen, Amie Jammeh
Tónleikarar: Hjørtur Háberg, Ólavur Gaard, Anders Bang Rothmann, Sara Flindt, Jasmin Mote, Marianna Winther, Dania O. Tausen, Katrina Olsen
Pallsnið: Sámal Black, Billa Jenný Jónleifsdóttir
Búnasnið: Björg Marta Gunnarsdóttir
Ljós: John Ivar Venned
Ljóð: Theodor Kapnas
Framleiðsla: Rúna Volmarsdóttir Højgaard
Atgonumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2023
Flaggdagshaldið í Fámjin verður týsdagin 25. apríl klokkan 14. Umframt røðuna hjá bispi luttekur Tvøroyrar hornorkestur
Sum vant verður flaggdagshald í Fámjin. Hesuferð er tað klokkan 14 týsdagin tann 25. apríl.
Kommunan boðar frá, at Tvøroyrar hornorkestur luttekur og Jógvan Fríðriksson flytur fram røðu, og at aftaná eru øll vælkomin til ein kaffimunn í Vesturhøll.
Harvið verður bispur at hoyra og hitta í "flaggbygdini" týsdagin. Jens Oliver Lisberg er ein teimum, ið skapti Merkið í sínari lestrartíð í Keypmannahavn. Hann vaks upp í Fámjin og tók fyrsta Merkið við á summri 1919. Hetta hongur nú í kirkjuni í Fámjin.
Tað var í bygdini á vestaru síðu av Suðuroynni, at Merkið fyrstu ferð veittraði. Flagg okkara var tó ikki alment viðurkent fyrrenn 25. apríl 1940, meðan 2. heimsbardagi leikaði á, og viðurskiftini vóru øðrvísi í Føroyum.
Fámjin (Mynd: Pól Sundsskarð)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2023
Sanna Bæk Hoydal og Janus Trúgvason framføra tveir sangir
Týsdagin 25. apríl eru flaggdagshald á skránni kring landið, og eitt slíkt verður uttan fyri Miðhøllina í Frammibø í Vestmanna.
Haldið har byrjar klokkan 15 við Laila Haldansen, forkvinna í mentanarnevndini, bjóðar vælkomin. Heimasíðan vestmanna.fo skrivar, at Sanna Bæk Hoydal og Janus Trúgvason framføra tveir sangir, og at "Sjá tú blánar" og "Tú alfagra land mítt" - flaggsangurin og tjóðsangurin - eru sum felagssangir.
Tað er Dánial Hoydal, ið flytur fram fram flaggdagsrøðu í Vestmanna.
Eftir haldið verður Flaggdagsrenning, ogí Auluni verður framsýning av handaligum arbeiði, sum kvøldskúlin skipar fyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2023
Flaggdagshaldið í Sørvági verður í fimleikarhøll skúlans og byrjar klokkan 14. Sørvágs Tónleikarafelag spælir, og skrúðgonga fer frá skúlanum stutt frammanundan
Týsdagin 25. apríl klokkan 14 verður flaggdagshald í fimleikarhøllini í Sørvágs skúla.
Sørvágs kommuna boðar frá, at tað verður Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, ið flytir fram røðu.
Sørvágs Tónleikarafelag spælir eisini, og skrúðgonga fer frá Skúlanum, tjúgu minuttir áðrenn haldið byrjar.
Næmingar og foreldur í 8. flokki skipa fyri kaffisølu og tombola, skrivar sorvag.fo at enda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2023
Mánakvøldið hevur Klingra útgávukonsert í Norðurlandahúsinum
Eitt skip søkkur, og 14 mans sjólátast. Hetta er grundarsteinurin til fyrstu útgávuna "..eftir" hjá Klingru. Til ber at uppliva tónleikararnar og tónleikin á útgávuni tann 25. apríl, kl 19.30, tá Klingra hevur útgávukonsert í Norðurlandahúsinum.
Hendingin við skipinum, sum sakk, fór fram fyri 70 árum síðani, tá føroyskir fiskimenn kendu seg kroystar úr egnum havøki av enskum og týskum trolarum, og tí fóru longri norður við fiskarínum - teir flestu til Føroyingahavnina í Grønlandi.
Her arbeiddu nógvir føroyskir sjómenn næstan alt árið fyri at vinna til lívsins uppihald. Ein teirra var Napoleon á Neystabø. Stutt fyri at Napoleon andaðist sum 94 ára gamal, greiddi hann abbasoni sínum, Dánjali á Neystabø, sum er partur av Klingru, frá um tíðina í Føroyingahavnini og um eitt skip, sum gekk burtur við 14 monnum umborð. Hendan hendingin er síðani vorðin grundtónin í fyrstu útgávuni hjá Klingru.
Umframt hetta hevur Klingra tikið upp sokallaðar field-recordings - upptøkur í sjálvari Føroyingahavnini í Grønlandi, og eru hesar ein partur av elektroakustisku pørtunum í tónleikinum.
Klingra er sprottin úr viðurkenda bólkinum Afenginn. Limirnir í Klingru eru úr Føroyum, Danmark, Finnlandi, Noregi og Lettlandi.
Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á nlh.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2023
Hóast oljunýtslan minkaði við 21 prosentum í fjør, øktust oljuútreiðslurnar munandi
Á aðalfundi í gjár legði nevndin roknskapin fyri eigararnar til góðkenningar. Yvirskotið hjá SEV fyri árið 2022 var 16,7 milliónir krónur eftir skatt. Hetta er minni enn ætlað, og verður ikki mett at vera nøktandi. Orsøkirnar til laka úrslitið eru m.a. oljukostnaðir, minni søla enn væntað og virðisjavningar.
Høgu oljukostnaðirnir eru tó lægri enn teir kundu verið, um SEV ikki hevði prístryggjað síni oljuinnkeyp. Úrslitið av høga útreiðslustøðinum var greitt í heyst og avgjørt var tá at hækka elprísin 1. januar 2023.
Gongdin í fyrsta ársfjórðingi 2023 hevur verið jalig við framgongd í søluni, og SEV væntar eitt yvirskot á 53 mió. kr. eftir skatt fyri árið 2023.
Íløgur fyri 344 mió. kr. í ár
Seinastu fimm árini hevur SEV gjørt íløgur fyri í miðal 314 milliónir krónur árliga. Á fíggjarætlanini fyri 2023 er ætlað við íløgum fyri 344 milliónir krónur. Hetta fevnir um m.a. íløgur í at útbyggja og styrkja elnetið eitt nú við nýggjum koplingsstøðum, fyrireikandi arbeiði til Mýruverkið II pumpuskipanina í Vestmanna, infrakervið við løðistøðum og liðugtgerð av battaríhøllini á Sundi, sum skal hýsa synkronkompensatori og battaríum í sambandi við betri gagnnýtslu av vindorkuni í meginøkinum.
- Nógvar stórar íløgur liggja fyri framman. Vit arbeiða m.a. við at fáa øll neyðug loyvi upp á pláss, soleiðis at farast kann undir at heinta tilboð og prísir inn til verkætlanina við pumpuskipan í Vestmanna, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV.
Kelda: SEV
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2023
Hóast frostbinding í mars hevur vatnorkan roynst væl í ár
Januar og februar mánaði royndust væl í mun til grøna orku, meðan kalda veðrið í mars tarnaði serliga vatnorkuframleiðsluni.
Vatnorkan stóð fyri størsta partinum av grønu orkuframleiðsluni, t.e. góð 30 prosent, men størsta lutfalsliga framgongdin var at síggja í vindorkuframleiðsluni. Síðan fyrsta ársfjórðing í fjør eru tvær vindmyllulundir komnar afturat í meginøkinum, og úrtøkan úr vindorku er økt úr sløkum 16 GWt í fyrsta ársfjórðingi í fjør upp í góðar 30 GWt í fyrsta ársfjórðingi í ár.
Samlaða framleiðslan úr grønari orku fyri alt landið í fyrsta ársfjórðingi 2023 kom upp á 67,7 GWt, sum er góð 11 prosent hægri enn teir 60,8 GWt sama tíðarskeið í fjør.
Eftirspurningurin eftir elorku veksur støðugt. Vit brúktu sløk 10 prosent meira elorku í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í fjør. Samlaða framleiðslan kom upp á 117 GWt í mun til slakar 107 GWt fyrstu tríggjar mánaðirnar í fjør.
Býtið av orkukeldum var: 42 prosent olja, 31 prosent vatnorka, 26 prosent vindorka og 1 prosent biogass. Nøgdirnar úr sól og sjóvarfalli eru lutfalsliga so lítlar, at tær ikki koma upp um 0,01 prosent av samlaðu framleiðsluni.
Suðuroy: 100 prosent grøn í 29 samdøgur
Hyggja vit at Suðuroynni fyri seg, var grøna orkuframleiðslan sløk 61 prosent av samlaðu framleiðsluni í Suðuroy í mun til 42 prosent sama tíðarskeið í fjør.
Eftirspurningurin eftir elorku í Suðuroy øktist við 3,7 prosentum fyrsta ársfjórðing í ár, meðan framleiðslan úr grønum orkukeldum øktist 50 prosent.
Býtið av orkukeldum í elframleiðsluni í Suðuroy var: 43 prosent vindur, 39 prosent olja og sløk 18 prosent vatnorka. Framleiðslan úr sólorku minkaði við góðum 16 prosentum og røkk einans 0,18 prosent av samlaðu framleiðsluni.
Í fyrsta ársfjórðingi 2023 var elframleiðslan í Suðuroy yvir 80 prosent grøn í tilsamans 41 samdøgur, og 100 prosent grøn í 29 samdøgur.
Í meginøkinum var elframleiðslan yvir 80 prosent grøn í 20 samdøgur.
Kelda: sev.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2023
Føroysku landgrunskrøvini til økið sunnanfyri Føroyar koma væntandi til viðgerðar í Landgrunsnevndini hjá ST komandi tvey árini. Hetta visti Martin Heinesen, limur í ST nevndini at siga frá á tiltaki um "Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða"
Mikudagin 12. apríl skipaði Jarðfeingi fyri fyrilestri í Kongshøll við heitinum ”Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða – Tvey valskeið við føroyskum limaskapi”, ið jarðfrøðingurin Martin Heinesen helt.
Martin hevur verið limur í Landgrunsnevnd ST seinastu 11 árini, tilnevndur av Kongsríki Danmarkar saman við hinum Norðurlondunum.
Fyrilesturin var væl vitjaður, og eini 50 fólk høvdu leitað sær í Kongshøll. Martin greiddi frá leiklutinum hjá Landgrunsnevndini og tí arbeiði, hann hevur fingist við seinastu árini, og hann kom millum annað inn á søgugondina hjá sjálvari nevndini, íð varð sett á stovn í 1997. Eisini varð komið inn á landgrunskrøv Føroya, íð norðan fyri eru avgreidd í nevndini, men krøvini sunnanfyri eru ikki avgreidd enn. Hesi koma væntandi til viðgerðar innanfyri tey komandi tvey árini ella so.
Eftir fyrilesturin var møguleiki at seta Martini spurningar, og eftir tað takkaði Uni Árting vegna Jarðfeingi Martini fyri hansara vala arbeiði og handaði honum eitt blómutyssi.
Martin Heinesen saman við Bjørn Kunoy, granskara. Báðir hava teir gjørt eitt megnar arbeiði til frama fyri at fáa Føroyum rætt til stór øki bæði norðanfyri og sunnanfyri Føroyar
Kelda: jf.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2023
Umboð fyri oyggjalond í Norðuratlantshavi hittast í Hetlandi í mai at umrøða grøna orkuskiftið
Undir heitinum “Net Zero Islands Network” skipar Nordisk Energiforskning undir Norðurlandaráðnum saman við skotsku stjórnini fyri ráðstevnu í Hetlandi í døgunum frá 16. til 17. mai.
Tá verða umboð fyri stovnar og myndugleikar úr Skotlandi, Hetlandi, Noregi, Føroyum, Íslandi og Grønlandi við. Úr Føroyum verða ma. umboð fyri SEV og Umhvørvisstovuna.
Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum skiftir millum londini her í Norðuratlantshavi. Hesaferð er skotska stjórnin vertur. Í hesum sambandi verður eisini høvi hjá hetlendska stýrinum at leggja fram ætlaninar hjá Hetlandi at røkka longur fram grønu kósini. M.a. fer Shetland Islands Council (SIC), sum í ávísan mun kann samanberast við okkara landsstýri, at leggja fram eitt nú grønu Orion orkuverkætlanina.
Tað var annars henda verkætlan, sum bretski serfrøðingurin Gunther Newcombe legði fram fyri føroyskum stovnum og myndugleikum, tá hann fekk innbjóðing frá FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki at vitja Føroyar í fjør. Hann verður so eisini partur av fjølbroyttu skránni báðar stevnudagarnar.
Onnur mál, sum fara at verða umrødd, er ætlanin hjá stjórnini at seta á stovn seks sonevndar “carbon neutral islands” so sum Yell innan 2040. Høvi verður so eisini hjá umboðum úr hinum oyggjalondunum eitt nú Føroyum at leggja fram framtíðar ætlanir á orkuøkinum. Tá fara bæði SEV og Umhvørvisstovan at hava framløgur.
Umframt fundirnar verður eisini vitjað ymsa staðni í Hetlandi, har spennandi og áhugverdar orkuverkætlanir eru í umbúnað ella við at verða settar í verk, eitt nú risastóra Viking vindmylnulundin, sum fer at fevna um 103 vindmyllur.
Eisini verður vitjað í Sullom Voe, olju- og gassterminalinum, har stórar ætlanir eru um fremja grøna orkuskiftið eisini. Somuleiðis verða vitjað hjá Nova Energy, sum er verkætlan við sjóvarfalsorku á oynni Yell. Eisini verður vitjað á orkustøð í sambandi við stóru orkuverkæætlanina at leggja elkaðal á havbotnin millum Skotland og Hetland.
Hetta er triðja árið á rað at skipað verður fyri hesi orkuráðstevnuni. Fyrstu ferð var í Føroyum í 2021, og fjør var hon í Grønlandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2023
Stjórnin hevur havt fund við vinnulívið um at skunda undir grøna orkuskiftið
Danmark skal nú av álvara liva upp til málini um at røkka longur á grønu leiðini. Hetta kom fram á tíðindafundi í vikuni, tá Mette Fredriksen, forsætisráðkvinna gjørdi greitt, at nú skal turbo setast á íløgur í havvindmyllur og setast skulu av 1,25 milliardir krónur frá almennari síðu.
- Vit skulu speeda upp grøna orkuskiftið í Danmark við m.a., at 30 prosent av havøkinum kring Danmark skal brúkast til vindmylnulundir segði stjórnarleiðarin. Hon vísti á, at elframleiðslan frá vindmyllum skal m.a. brúkast til sonevndu Power to X skipanina, sum merkir, at grøni streymurin frá havvindmyllum skal brúkast til at framleiða vetni. Danmark skal ganga á odda í Evropa at framleiða vetni. Miðjað verður móti at gera íløgur í havvindorku fyri 200 milliardir krónur, sum skal koma frá privatum og realkreditti.
Enn ein orsøk til avgerðina hjá stjórnini er trygdarpolitisk, nú Danmark ikki longur skal vera heft at orku úr m.a. Russlandi. Formaðurin í danska Klimaráðnum fegnast um avgerðina hjá stjórnini, men heldur, at tíðin er komin til at síggja grøna orkuskiftið í verki heldur enn bara á pappírinum. Menningin av havvindorku skal koma uppá 6 gigawatt um árið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2023
Flogsamband við Heathrow í staðin fyri London City kann vera til fyrimuns fyri hetlendsku ferðavinnuna
Í Hetlandi fegnast tey nú um, at tey í næstum fáa flogsamband við størstu floghavnina í London, Heathrow.
Ikki beinleiðis tó, men umvegis eina millumlending í skotska býnum Dundee.
Tað er skotska flogfelagið Loganair, sum boðar frá, at tað frá 7. mai fer at flúgva til Heathrow í staðin fyri tað nógv minni floghavnina London City.
Harvið missa kundarnir hjá Loganair fyrimunin av nærleikanum til stórbýin fyri í staðin at fáa stórar møguleikar fyri at ferðast víðari út í heim, tí úr Heathrow er møguligt at koma víðari til floghavnir alla staðni á klótuni.
Loganair váttar fyri Shetnews, at ferðaætlanin verður nærum tann sama, sum tá flogið verður til London City. Ferðandi úr Hetlandi, sum skulu til London, noyðast ikki í land undir millumlendingini í Dundee, men kunnu vera sitandi í flogfarinum, skrivar Shetnews.
Í Hetlandi hava tey stórar væntanir til, at henda nýggja farleiðin kann gagna hetlendsku ferðavinnuni, tí áhugi er fyri Hetlandi úti í heimi, ikki minst orsakað av væl umtóktu BBC-krimirøðini “Shetland” um lokala uppkláraran Jimmy Perez.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2023
Víkingur tyktiskt annars at hava yvirtakið í Sarpugerði, men Áki Samuelsen avgjørdi eftir hornasparksstøðu. NSÍ vann 14-0 - Skála og EB/Streymur eru eisini trygt víðari
Fýra tær fyrstu áttandapartsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vóru á skránni í gjárkvøldið.
Sum væntað var størsti spenningurin í Sarpugerði í Norðragøtu, har HB var á vitjan. Mongu áskoðarnir fingu eisni drama og undirhald fyri pengarnar.
HB legði seg á odda við sínum fyrsti skoti í dystinum, tá Hanus Sørensen pløkkaði bóltin uppundir nettakið av brotsteigarmarkinum nakað til høgru. Hetta var eftir gott upplegg frá Adrian Justinussen, og beint eftir at Víkingur kundi lagt seg á odda eftir gott uppspæl. Víkingarnir tóku yvir stutt eftir málið, vunnu nógvar "næstu bóltar" og løgdu trýst á málið hjá Teiti Gestssyni við millum annað innlegsspælinum - Bartal Wardum og Heðin Hansen vóru tó stinnir saman við Teiti.
Høgri bakkurin Hanus Sørensen byrjaði væl og legði HB á odda við flottum skoti (Mynd: Sverri Egholm)
Tíggju minuttir eftir hálvleik fekk heimaliðið hol á eftir snilt hornaspark, ið Arnbjørn Svensson javnaði uppá. Júst Arnbjørn var frálíkur í miðverjuni saman við Bergi Gregersen og tók ábyrgd, nú Atli Gregersen var leikbannaður. Ingi Jonhardsson og Signar á Brúnni stóðu fyri nógvari orku, vilj og framfýsnia á bakkunum og 20-ára gamli Aron Jarnsskor Ellingsgaard tað sama - gøtumaðurin vísti seg ógvuliga fram á sentrala miðvøllinum saman við Geza Turi.
Víkingur var nakað omaná og kundi havt avgjørt dystin, men HB, ið var nakað tannleyst frameftir tað mesta av seinna hálvleiki, avgjørdi dystin. Útiliðið fekk eitt fríspark, sum helst ikki burdi verið dømt, tí víkingurin fekk eitt bein á bóltin. Adrian Justinussen rakti múrin, og bólturin mundir enda í málinum.
Talan gjørdist ístaðin um hornaspark, innleggið frá Viljormi fór framvið øllum uttan Áka Samuelsen sum við aftaru stong prikaði bóltin í Víkinga-málið. Arnjørn Svensson segði eftir dystin við Portalin, at hann helt talan vera um øðiligt bíligt fríspark upp til, men at teir bara burdu vart betri fyri í hornassparksstøðuni.
Víkingur kundi - og burdi eisini - havt javnað og sent dystin í brotssparksskapping. Seinastu minuttirnar breyt liðið tvær ferðir ígjøgnum í vinstru, men fyrru ferð stútaði lívligi og nú púra fríi Martin Klein beint í handskarnar á Teiti, og stutt aftaná fekk eingin prikað góða bóltin frá innskifta Poul Kallsberg í málið.
Myndir: Sverri Egholm
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2023 - Áttandapartsfinalur
Fríggjadagin 21. apríl
Víkingur - HB 1-2 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga leiktíð)
17' Hanus Sørensen (Adrian Justinussen) 1-0
55' Arnbjørn Svensson (Ingi Jonhardsson 1-1
114' Áki Debes Samuelsen 1-2
NSÍ - MB 14-0 (4-0)
12' Steffan Løkin 1-0
23' Atli D. Petersen 2-0
26' Jógvan Højgaard 3-0
44' Oddur Højgaard (br.) 4-0
47' Jógvan Højgaard 5-0
58' Hans M. Davidsen 6-0
59' Mamuka Toronjadze 7-0
61' Andri Benjaminsen 8-0
69' Teitur Knudsen 9-0
73' Pætur Hentze 10-0
76' Betuel Hansen 11-0
79' Steffan Løkin 12-0
85' Beinir Nolsøe 13-0
86' Jógvan Højgaard
FC Hoyvík - EB/Streymur 0-6 (0-2)
05' Tóki Johannesen 0-1
13' 0-2
50' Bogi R. Petersen 0-3
61' Jákup Hummeland 0-4
65' Virgar Jónsson 0-5
85' Philip Djordjevic 0-6
Skála - B71 3-1 (0-0)
53' Carlos Felipe De Sousa Ferreira 1-0
56' Meinhard Janusarson 2-0
63' Marjus Nón 3-0
74' Hans Oddsson Hentze 3-1
Dystirnir í dag, leygardagin 22. apríl:
Kl. 15: TB - B68
Kl. 15: ÍF - 07 Vestur
Kl. 16: AB - FC Suðuroy
Kl. 18: B36 - KÍ
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2023
Føroyameistararnir vóru omaná í seinna hálvleiki og hava framvegis fult stigatal. Havnarfeløgini elta - TB vann á 07 Vestur við máli seint í dystinuma
Fimta umfar í betri deildini varð spæld sunnudagin.
Í Klaksvík hevði Víkingur fleiri málmøguleikar í fyrra hálvleiki, men einki mál kom, og í seinna hálvleiki var heimaliðið omaná. KÍ skoraði tvey góð mál: Fyrst var tað Claes Kronberg, og síðani Luc Kassi, ið hevði seinasta fótín á - í báðum førum eftir upplegg frá Páll Klettskarð.
Stutt eftir 2-0 málið fekk Atli Gregersen sítt seinna gula kort, og verður hann tí ikki við í steypadystinum móti HB í Sarpugerði hetta vikuskiftið. Nú er eitt glopp frá topp-trý niður til Víking.
ÍF bjóðaði HB av í beint yvir ein tíma, men heimaliðið var ov sterkt og kom á slóðina aftur. Heimaliðið fekk fýra mál og trý stig, og Mads Borchers skoraði tvey mál.
Grannarnir í Gundadali fingu eisini fult stigatal, tá teir vitjaðu á Argjum. Bjarki Nielsen bæði skoraði og legði upp - tað var Aron Knudsen, skoraði til 0-2. Hetta var fyrsta málið hjá honum í B36, sum næsta vikuskifti skal dystast móti KÍ í steypakappingini.
TB er í gongd við at byggja ein skansa við Stórá. Í dag vunnu uppflytararnir týðandi dyst móti 07 Vestur. 2-1 málið kom í 94. minutti, tá Jens Erik Bruhn skoraði eftir upplegg frá Gilla Rólantssyni. Harvið hevur TB nú fýra stig.
Síðsti dystur var á Toftum millum B68 og EB/Streym - har kom onki mál, bert eitt reytt kort til B68'aran Ragnar Samuelsen.
Betrideildin 6. umfar (umfar nummar 5 )
Sunnudagin 16. apríl
KÍ - Víkingur 2-0 (2-0)
55' Claes Kronberg (Páll Klettskarð) 1-0
80' Luc Kassi (Páll Klettskarð) 2-0
AB - B36 2-0 (1-0)
25' Bjarki Nielsen (Jann Benjaminsen) 0-1
65' Aron Knudsen (Bjarki Nielsen) 0-2
HB - ÍF 4-1 (2-1)
36' Sjálvmál 1-0
39' Gundur Ellingsgaard Petersen 1-1
45' Mads Borchers (Hanus Sørensen) 2-1
66' Adrian Rúnason Justinussen 3-1
87' Mads Borchers (Viljormur Davidsen) 4-1
TB - 07 Vestur 2-1 (1-0)
36' John Villi Wøldike Leo (Andreas Midjord) 1-0
82' Jasper van der Heyden 1-1
90 (+4)' Jens Erik Bruhn (John Villi Wøldike Leo) 2-1
B68 - EB/Streymur 0-0
Støðan í Betrideildini eftir fimm umfør
1. KÍ 15 stig
2. HB 13 stig
3. B36 12 stig
4. Víkingur 7 stig
5. EB/Streymur 7 stig
6. ÍF 6 stig
7. 07 Vestur 4 stig
8. TB 4 stig
9. B68 3 stig
10. AB 0 stig
Betrideildin liggur still hetta vikuskiftið. Ístaðin eru dystir í kappingini um Løgmanssteypið á skránni
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2023
Liðformaðurin hjá Víkingi fekk sítt seinna gula kort sunnudagin fyri at vísa sína ónøgd við dómaratoymi. Tað gjørdi hann eisini á veg út av vøllinum og eftir dystin, og FSF hevur givið honum leikbann í tveir dystir
Í 84. minutti í dystinum millum KÍ og Víking sunnudagin varð Atli Gregersen útvístur. Liðskiparin hjá Víkingi var langt burtur frá støðuni, men rópti eitthvørt eftir dómaranum, Jóhan Hendrik Ellefsen, fyri at vísa sína ónøgd og varð sektaður við sínum seinna gula korti.
Nummar fýra hjá Víkingi vísti eisini sína ónøgd á veg av vøllinum, og komin út um hvítlu linjurnar, fór hann yvir ímóti Eiler Rasmussen, fjórða dómara, at siga nøkur orð. Tvær vaktir komuu ímillum og bóðu Atla Gregersen fara inn. Á vegnum takkaði hann teimum í KÍ-venjaratoyminum fyri dystin.
Úr KÍ-kjallaranum - við skiftingarrúmið hjá útiliðnum - sæst beint út á vøllin, og 40-ára gamli víkingurin huggdi eftir restina av dystinum har. Hetta er á vegnum, sum dómararnir ganga inn til sítt skiftingarrúm, og sum skilst var eitt slag av orðadrátti har eisini eftir dystin.
Eftir dystin stóð tað greitt, at Víkingur fór at vera sín liðformann og roynda miðverja fyriuttan í steypadystinum móti HB í Sarpugerði fríggjadagin. Nú er greitt, at Atli Gregersen heldur ikki verður við til landskappingardystin móti júst HB í Gundadali um eina viku.
Fótbóltssamband Føroya hevur givið Atla leikbann í tveir dystir. Í hesum førinum má tað koma undir tað, sum í kappingarreglunum stendur sum:
– Fyri at nýta sera ljótan munn ímóti dómara (ljót orð, ljótan atburð...)
Hetta stendur undir "Leikbann 2 dystir" hjá FSF. Tá reyðkort koma fyri verða sonevndar dómarafrágreiðingar skrivaðar, og so verður leikbann aloftast givið eftir hesum. Her hevur Atli Gregersen sagt okkurt, ella ymiskt, við dómararnir, ið teir ikki kunnu góðtaka, og sum kemur undir hesa paragraffina.
Víkingur skal harvið hava eina øðrvísi miðverju tveir teir næstu dystirnar. Atli Gregersen spældi sunnudagin sín dyst nummar 500 fyri besta liðið hjá GÍ/Víkingi. Hetta var hansara reyða kort nummar 17.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2023
Fróði Benjaminsen hevur tikið hópin, sum 30. apríl skal til Albania, út. Talan er um spælarar, ið eru føddir í 2007. Skála og AB eru millum best umboðaðu feløgini
Aserbadjan, Moldova og Albania vera mótstøðulondini, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum frá 30. apríl til 8. mai fer til Albania, har UEFA menningarkapping verður á skránni.
Tað er landsliðslegendan Fróði Benjaminsen, sum er venjari. Hann hevur nú úttikið 18 spælarar, ið skulu umboða Føroyar í kappingini í albanska høvuðsstaðnum.
Hópurin
Jónas Nordendal, 07 Vestur
Torkil Skála, AB
Rói Høgnason Vang, AB
Sjúrður Henriksen, AB
Sebastian Gullfoss, B36
Bogi Jógvansson Christiansen, B36
Sjúrður Saltá, B68
Leif Ellingsgaard, HB
Stefan Djumic, HB
Rani Josephsen, KÍ
Beinir Grønagarð, NSÍ
Pauli Rasmussen, Skála
Josva Signarsson, Skála
John Joensen, Skála
Aron Benjaminsen, Skála
Bogi á Reynatrøð, Víkingur
Jacob Bacalso, Víkingur
Arnór Brandsson, Víkingur
Talan er um spælarar, ið eru føddir í 2007.
Føroyar spæla móti Aserbajan 2. mai, Moldova 4. mai og móti Albania 7. mai.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar eisini, at seinni í summar skulu U17-dreingirnir til NM í Finnlandi, og í november verður EM-undankapping í Kroatia.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2023
Hóast mótstøðuliðini vunnu í øllum trimum dystum, so hava tað verið nógvar góðar upplivingar hjá U17 gentunum á Malta farnu vikuna
- Samanumtikið hevur tað verið ein væleydnaður túrur. Genturnar hava verið hugagóðar og arbeiðssamar allan vegin, og tær læra ótrúliga nógv av slíkum dystum móti liðum, sum eru á sama ella eitt sindur hægri støði.
Soleiðis tekur Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari, saman um UEFA menningarkappingina, sum WU17 landsliðið hevur luttikið í á Malta seinastu vikuna.
Føroyar byrjaðu kappingina við dysti móti Slovakia, sum eisini vísti seg sum sterkasta liðið í bólkinum.
– Slovakia eru nakað betri enn vit, og tað vístu tær nokkso skjótt í fyrsta dystinum. Tær vóru góðar á bóltinum og skjótar, og tað sást eisini, at tær eru væl skúlaðar og harvið skipaðar í sínum spæli, sigur Eyðvør.
Hæddarpunktið í dystinum, sæð við føroyskum brillum, var beint fyri hálvleik, tá Helga Mikkelsen minkaði um munin til 3-1 við einum góðum máli.
– Helga fekk eitt gott mál, har hon fintaði ein mótleikara og síðan skoraði við einum langskoti. Tað var eitt gott mál og ein góð uppliving fyri okkum, sigur hon um dystin móti Slovakia, sum endaði 3-1 til slovakar.
Tveir dagar seinni spældu Føroyar móti Lettlandi, har einasta málið í dystinum kom beint fyri leiklok. Dysturin endaði 1-0 til Lettland og tað er tað úrslitið í kappingini, sum Eyðvør er minst nøgd við.
– Móti Lettlandi høvdu vit uppiborið betur. Í minsta lagi ein javnleik og vit kundu enntá koppað tí okkara veg, um hepnið var eitt sindur meira við okkum. Vit høvdu møguleikarnar, men megnaðu tíverri ikki at taka av, so tað er nokk tann dysturin, sum vit eru mest argar um nú, tá vit hugsa aftur á tað, sigur landsliðsvenjarin.
Eydna Dalheim Olsen úr Víkingi var liðskipari móti Lettlandi
Byrjanaruppstillingin móti Lettlandi
Í triðja dystinum bíðaðu maltesisku vertirnir í einum jøvnum dysti, sum Malta tó endaði við at vinna 2-1.
– Dysturin móti Malta var eisini nokkso tættur, men tað kendist sum, at tær høvdu munin á sjálvum degnum. Hóast tað, so høvdu vit fleiri góðar løtur í dystinum, og málið hjá Aldu Petersen var eisini ein góð uppliving, har vit útførdu tað, sum vit høvdu vant frammanundan. Tað er fantastiskt at síggja genturnar brúka tað í dystum, sum vit arbeiða við til venjing, sigur landsliðsvenjarin.
Málskjúttin móti Malta: Alda Petersen
Eyðvør Jakobsen er sum heild væl nøgd við túrum, har genturnar veruliga stríddust og fingu roynt seg. Talan var um gentur, ið eru føddar í 2007, og fleiri vóru fyri fyri fyrstu úti og umboðaðu Føroyar.
– Tað, sum eyðkennir okkara lið er, at vit stríðast og at vit altíð skulu kunna vera nøgdar við okkara innsats, tá dysturin er liðugur. Og tað gjørdu genturnar veruliga í øllum dystunum. Tær kempaðu ótrúliga væl og hava fingið gott samanhald á túrinum. Fyri fleiri av gentunum var hetta fyrsti túrur við landsliði og tað verður spennandi at fylgja teimum í framtíðini.
Úrsltiini og málskjúttar í kappingini
Malta – Føroyar 2-1
1-0 Sara Saliba, 29’
2-0 Lexine Ferrugia, 59’
2-1 Alda Petersen, 73’
Lettland – Føroyar 1-0
1-0 Liva Steinberga, 87’
Slovakia – Føroyar 3-1
1-0 sjálvmál, 29’
2-0 Katarina Buckova 36’
3-0 Victoria Havalec 38’
3-1 Helga Mikkelsen, 44’
Myndir frá Simonu Heinesen, málmansvenjara, og frá maltesiska fótbóltssambandinum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2023
Bakspælararnir eru nú komnir fyri seg eftir skaðar - og klárir at spæla landsdyst aftur
Landsliðsvenjararnir í hondbólti hjá monnum, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, hava nú innkallað Kjartan Johansen og Vilhelm Poulsen til landsliðshópin, sum skal møta Ukraina og Eysturríki í næstum.
Landsliðsvenjararnir kallaðu í fyrstu atløgu bert 15 leikarar inn til dystirnar, og gjørdu av at bíða við seinastu metingini av ávísum leikarum. Bæði Kjartan og Vilhelm hava havt skaðar at dragast við í hesum kappingarárinum, men eru nú komnir fyri seg, og venja somikið væl í teirra feløgum, at landsliðsvenjararnir hava lagt teir til hópin til komandi EM-undandystirnar.
Kjartan Johansen spælir við Bækkelaget í bestu norsku deildini og Vilhelm Poulsen við Lemvig-Thyborøn í bestu donsku deildini.
Kjartan Johansen í landsdysti móti Lettlandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Føroyar spæla móti Ukraina á heimavølli mikukvøldið og móti Eysturríki í Bregenz næsta sunnudag, 30. apríl.
Hópurin er hesin:
Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71
Útileikarar
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)
Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)
Kjartan Johansen, Bækkelaget (NOR)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn (DEN)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2023
Og Luksemborg er liðið úr niðast styrkislagið, ið Føroyar helst skulu vinna á í EM-undankappingini. Talan var um gott lutakast - møguligt er, at trý lið koma víðari til endaspælið
Føroyar fingu eitt, ið má metast at vera eitt gott lutakast í Zürich hósdagin. Fyri fyrstu ferð nakrantíð vera 24 lið við til eitt EM-endaspæl hjá kvinnum. Hetta verður í desember 2024 í Sveis, Eysturríki og Ungarn. Fyri Føroyar eru hetta ein góður møguleiki at stríðast við um eitt pláss í endaspælinum.
Til tað krevst at enda í minsta lagi nummar trý í bólkinum, og um so er, so skulu stig helst til móti eitt av liðunum, ið enda nummar eitt ella nummar tvey. Fýra teir bestu av teimum átta trý'arunum koma víðari.
Føroyar vóru styrkismettar nummar trý og fingu Luksemborg úr styrkislagnum niðanfyri. Í dystunum móti teimum, mugu føroysku kvinnurnar metast at vera favorittar.
Ísland og Svøríki komu úr pottinum seinni. Svøriki er í ovasta styrkislagi, og hóast talan er um mótstøðulið, har tað verður torført hjá Føroyum at veruliga spæla við, so er tað ikki heilt sama styrki, sum tað áður hevur verið úr tí ovasta. Ísland er sterkai á ymsan hátt, men talan er helst um eitt mótstøðulið, ið okkara kunnu bjóða av - serliga á heimavølli.
Í fjør vann Ísland báðar venjingardystirnar millum londini við fimm málum.
Lutakastið er gott, í mun til ferðing hjá føroyska liðnum, og ítróttarligu møguleikarnir burdi avgjørt verið har, um góða menningin heldur fram.
Undankapping til EM 2024
Bólkur 7:
Svøríki
Ísland
Føroyar
Luksemborg
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2023
Neistin trýsti hesaferð hoyvíkingar nógv meira og kundu eisini avgjørt í vanligari leiktíð. H71 var tó eina tonn kaldari og skal spæla móti VÍF um FM
Talan gjørdist um satt hondbóltsdrama í Hoyvík hóskvøldið, tá H71 og Neistin spældu triðju og avgerandi FM-hálvfinaluna. Neyðugt var við 2x5 minuttum afturat teimum fyrstu 60.
Heimaliðið var greitt omaná fyrstu løtuna og helt Neistanum frá at skora í yvir sjey og ein hálvan minutt. H71 var eisini á odda allan hálvleikin og hevði fyriuttan eina løtu miðskeiðis í halvleikinum, tá Neistin fekk sett verjuna betri. og Sasha tók frá, ikki so stórar trupulleikar at skora mál. Hóskvøldið var tað serliga høgra síðan hjá H71, royndi Peter Krogh á bakkinum og ungi Bogi Hansen á vonginum, ið skaraðu framúr.
Samanlagt skoraðu teir 21 mál - Bogi var kaldur uppá brotskøst og sera týðandi í serliga seinna hálvleiki, og Peter setti teir inn eftir vild til tíðir og skoraði sera týðandi mál seint í longdu leiktíðini.
Tá Peter Krogh fór út eina løtu tíðliga í seinna hálvleiki eftir slag á økslina, merktist tað týðiligt - bæði í álopi og verju - og Neistin fekk viðgongd. Teir í bláum høvdu ment seg gjøgnum fyrra hálvleik, spældu heilt væl beint fyri steðgin og týðiliga gjørt góðar tillagingar í steðginum eisini. Minus 3 gjørdist pluss tvey uppá minni enn tíggju minuttir. Sasha stóð væl, Ovi Lützen tók veruliga ábyrgd, saman við næstan ótroyttiliga Tróndi Kragesteen, Neistin fann Ísak væl á strikuni, og H71 var kroyst. Neistin fekk eisini fatur á fleiri leysum bóltum og skoraði nakrar ferðir í tómt mál.
Tað kókaði tað mesta av dystinum í Hoyvíkshøllini (Mynd: Sverri Egholm)
Tað vendi tó skjótt. Krogh kom inn aftur, Pauli Jacobsen kom inn aftur, og aðrir tóku eisini ábyrgd. Síðstu løtuna var næstan ógjørligt at siga, hvønn veg tað fór at koppa - sí dystargongdina niðast. Tað endaði eisini púra javnt, hóast bæði liðini høvdu hvør sítt álop seinastu løtuna og møguleikan at avgera.
Tvær ferðir fimm minuttir afturat vóru neyðugir, og har vóru hoyvíkingar allatíðina við yvirlutan. Nakrar ferðir var -1, men heimaliðið fór avstað við tí í dramatiska dystinum í meira enn fullsettu hoyvíkshøllini.
Hetta er triðja árið á rað, at H71 er í finaluni, og vóru hoyvíkingar eisini í finalunum beint áðrenn koronaárið. Steypavinnarar skulu dystast við VÍF, ið vann á júst H71 í finaluni í 2021. Spælt verður eftir landsliðsstegðin - fyrst upp í tríggjar sigrar vinnur føroyameistaraheitið. Neistin skal leygardagin spæla bronsudyst móti Team Klaksvík.
Triðja og avgerandi hálvfinalan
Hósdagin 20. apríl
H71 - Neistin 34-33 eftir longda leiktíð
(29-29 eftir vanliga leiktíð)
Toppskjúttar:
H71: Bogi Hansen 11 mál, Peter Krogh 10 mál
Neistin: Ísak Vedelsbøl, Pauli Høj og Ovi Lützen 7 mál
Onnur hálvfinalan
Leygardagin 15. apríl
H71 - Neistin 29-19 (14-9)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2023
Team Klaksvík megnaði ikki av álvara at bjóða VÍF av, og Mladen var í hopla. Tað merkir, at VÍF skal spæla FM-finalur
Undanfarna hóskvøld var Team Klaksvík á odda í hálvleikinum, og hótti VÍF til nakrir minuttir vóru eftir av fyrstu hálvfinaluni í Klaksvík, men sunnudagin gjørdist tað ikki av álvara tætt.
Vestmenningurin Jóhan í Garðastovu skoraði nógv mál fyri Team Klaksvík í fyrra hálvleiki og var við at halda útiliðnum í dystinum. VÍF fekk tó rímiliga gott flog í álopsspælið, og Filip Jojic nógv betur í gongd enn í dystinum í Klaksvík. Bakkurin við boskniska upprunanum skoraði tíggju mál Hinvegin gjørdist tað heldur stirvið hjá Team Klaksvík, ov nógv mistøk vóru gjørd, og VÍF-verjan var stinn saman við málverjunum.
Um miðjan fyrra hálvleik var tað rímiliga javnt, og útiliðið hevði leiðsluna tvær ferðir, men tað stóð 14-9 í steðginum. Team Klaksvík gjørdi eina roynd í seinna hálvleiki og fekk eisini nøkur skjót mál eftir steðgin - millum annað skoraði Jens Pauli Poulsen trý. Tó runnu teir seg í ein stóran trupulleika: Mladen Mjerimacka.
Mladen var sum ein múrur í VÍF-málinum (Mynd: Sverri Egholm)
Hann hevur verið skaddur í lærinum, men royndi málverjin var sum ein múrur ein góðan part av seinna hálvleik. Mladen var við at syrgja fyri, at tað ongantíð av álvara gjørdist spennandi aftur - hetta hóast fleiri útvísingar til teir gul-bláu og tað at heimaliðið gjørdi heldur nógvar tekniskar villur eftir steðgin.
VÍF vann við sjey málum, og teir báðir hálvfinalusigrarnir seinastu dagarnir gera, at vestmenningar skulu í mai spæla FM-finalur. VÍF vann síðst FM í 2021, tá liðið basti H71 í finalunum.
FM-hálvfinalur í Burn-deildini
Sunnudagin 16. apríl, Vestmanna
VÍF - Team Klaksvík 29-22 (14-9)
Toppskjúttar: Filip Jojic 10 mál, Jóhan í Garðastovu 8 mál
Frøi um finaluplássið (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2023
Stjørnan var á odda meginpartin av fyrra hálvleiki og skoraði - eins og H71 - tjúgu mál fyri steðgin. Hóast H71 hevði eina góða leiðslu í seinna hálvleiki, so var drama til tað síðsta í málríku hálvfinaluni
Fyrsta FM-hálvfinalan millum Stjørnuna og H71 var mikukvøldið í KÍ-høllini. Talan gjørdist um ein ógvuliga málríkan, undirhaldandi og spennandi dyst millum tvey lið, sum í øllum førum megnaðu at koma til møguleikar og at gera mál.
Verjuspælið kundi samanlagt verið væl betri, hóast góðar verjustøður vóru í dystinum - serliga hjá H71. Í fyrra hálvleiki eydnaðist tó so at siga als ikki hoyvíkskvinnum at tálma álopsspælinum hjá Stjørnuni, ið so at siga ikki misnýtti eitt skot. Heimaliðið spældi fyrst 7 móti 6 við Juliu Nalivko á vinstra vongi, har hon gjørdi bart gjøgnum, og skifti seinni til tað vanliga.
Sonja Sirdal á Bergi var av álvara ein trupulleiki hjá H71, ið royndi seg við 5-1 verju rímiliga leingi. Høgri bakkurin hjá heimaliðnum gav av álvara H71 høvuðbrýggj við sínum kviku fótskiftum, og skoraði hon tey flestu av sínum átta málum tíðliga í dystinum.
H71 fekk eisini flog í sítt spæl. Jana Mittún gav verjuni hjá Stjørnuni trupulleikar, og tá Stjørnan fór at taka hana burturúr miðskeiðis í fyrra hálvleik, so gav tað pláss til aðrar, og Jana blandaði seg framvegis uppí. Maria Halsdóttir Weyhe - sum ikki byrjaði inni - fekk nøkur góð mál og yngra systurin Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe kom inn í bakketuna og gjørdi skaða, millum annað tí hon er so skjót á fótum.
Verjan hjá Stjørnuni var stinn í fjórðingsfinaluni móti VÍF men fann ikki stevið í dag. H71 megnaði - nakað líknandi sum Stjørnan fyri steðgin - at skora allastaðni frá. Munurin var tó, at málverjin hjá heimaliðnum hevði nakrar bjargingar. Ditte Sørensen hevði nakrar góðar bjargingar í seinna helmingini av fyrra hálvleiki, ið vóru við at geva Stjørnuni eina leiðslu. Fimm minuttir fyri hálvleik hendi tað, sum ikki skuldi henda hjá Stjørnuni: Sonja Sirdal á Bergi beklaði, og H71 kom á javnt áðrenn steðgin.
H71 lat tjúgu mál inn í fyrra hálvleiki, men fyrsta helmingin av seinna hálvleiki gekk væl at halda Stjørnuni. Hoyvíkskvinnur saknaðu Lív Zachariasen í miðverjuni, men Lukka Arge kom inn og vaks við uppgávuni. Jana Mittún og Elsa Egholm skiftust um at tálma Tóru Eliasen og Sonju - tó at Tóra fekk nøkur góð mál - Stjørnan gjørdi fleiri tekniskar villur, og í 46. minutti kom munurin heilt upp á + 6.
Hinumegin varð málskjótingin hjá H71 ikki steðgað. Útiliðið fekk eisini fleiri brotskøst, har Lukka sum vant var ísakøld. Dysturin tók tó brádliga eina vend, og seinastu tíggju minuttirnar var háspenninguri í. Stjørnan kom niður á minus 1, tá fýra og ein hálvur minuttir var eftir, og hevði eisini tveir møguleikar at javna, men Alda av Skarði hevði góða bjarging í tí eina førinum, og tað endaði 36-35. Eins og seinast liðini hittust, var bert eitt mál á muni.
Stjørnan skal nú vinna tvær ferðir í Hoyvík fyri at fáa finalupláss. Liðini møtast aftur í Hoyvíkshøllini í dag klokkan 14.30.
FM-hálvfinalur í SMS-deildini
Mikudagin 19. apríl
Stjørnan - H71 35-36 (20-20)
Toppskjúttar:
Stjørnan: Julia Nalivko 8 mál, Sonja Sirdal á Bergi 8 mál, Tóra Eliasen 7 mál
H71: Maria Halsdóttir Weyhe 7 mál, Lukka Arge 6 mál
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2023
Neistakvinnurnar skoraðu bert 19 mál í fyrstu hálvfinaluni millum grannarnar - Turið Arge Samuelsen skoraði 16 mál. Kyndil spældi klókt og kann tryggja sær finalupláss sunnudagin
Í Høllini á Hálsi komu ikki eins nógv mál og tað gjørdi í hinari hálvfinaluni millum Stjørnuna og H71 í Klaksvík. Og var tað Neistin, ið veruliga hevði trupulleikar við at skjóta mál. Grøni verjumúrin hjá Kyndli við Bjartu Johansen og Nadju Pejovic í miðjuni var væl bygdur upp, og eydnaðist tað at koma ígjøgnum, vardi Jovana Stranjanac í fleiri førum fyri.
Neistin skoraði bert trý mál fyrstu 18 minuttirnar, og hóast Kyndil hevði sínar løtur, har tær í grønum einki mál skoraði, so øktist munurin so líðandi. Neistin royndi seg við 7 ímóti 6, yvirtalsspæli í álopinum, men hetta gava meira kontramøguleikar til Kyndil, ið gagnnýtti hetta. Turið Arge Samuelsen dusaði sær av álvara seinastu løtuna fyri steðgin, har nummar 33 skoraði fimm ferðir uppá sjey minuttir. Samanlagt var Turið Arge ikki til at steðga: Hon skoraði 16 mál í dystinum.
Kyndil skoraði samanlagt 16 mál í fyrra hálvleiki - tvífalt so nógv sum Neistin. Turið og Kyndil løgdu eisini væl fyri eftir steðgin, og tær í bláum vóru ongantíð nær við at fáa dystin javnan aftur. Tað var ein løta á tíggju minuttir í seinna helmingi av seinna hálvleiki, har Neistin als ikki skoraði. Tær tyktust at hava mist vónina, og munurin kom upp á tólv mál (15-27). Seinastu smáu fýra minuttirnar skoraðu tær í bláum so fýra mál - tá hevði Kyndil tó skift nógv út.
Fyri Neistan er tað gott, at málmunur ikki telur í hálvfinalunum. Um liðið hjá Stine Madsen vinnur sunnudagin, so er 1-1 og ein finala um finaluplássið á skránni í næstu viku. Um hetta skal gerast veurleiki, so skulu tær í bláum fáa loyst álopsspælið og fáa loyst Kyndlisverjuna upp. Mikukvøldið eydnaðist millum annað ikki at fáa álopsprofilin Mariu Pálsdóttir Nólsoy í gongd, og so er tað eisini umráðandi, at Neistin fær tálma Turið Arge.
Tær hjá Kyndli skulu halda fast í uppskriftini; byggja á góða verjupartin og nýta kontraspælið væl. Bára Krossteig Hansen var aftur á vøllinum fyri Kyndli, og kann hetta vera sera umráðandi fyri Kyndil. Grannarnir hittast aftur í Høllini á Hálsi sunnduagin klokkan 15.
FM-hálvfinalur í SMS-deildini
Mikudagin 19. apríl
Neistin - Kyndil 19-27 (8-16)
Toppskjúttar: Turið Arge Samuelsen 16 mál, Nadja Pejovic 5 mál, Nuunu Marie Lukassen (Neistin) 4 mál
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2023
Heimaliðið skoraði heili 40 ferðir í Høllini á Hálsi, og harvið gjørdist greitt at talan verður um grannauppgerð í hálvfinalunum
Tað varð ikki væntað, at StÍF fór at gera nógv við Neistan í fjórðingsfinaluni á Hálsi sunnudagin. 23 stig skildu liðini í grundspælinum, og Neistin vann teir tríggjar innanhýsis dystirnar við samanlagt næstan 50 málum.
At StÍF millum annað er uttan Guðrið Ellingsgaard og Eyðbjørg Kallsberg hjálpti heldur ikki, og eftir tíggju minuttir var munurin longu seks mál, og hevði Neistin skorað tíggju ferðir.
Samanlagt kom Neistin uppá 40 mál. Maria Pálsdóttir Nólsoy var stóri spælarin við tíggju málum, men nógvar aðrar vildu eisini verða við, og áhugavert var millum annað at síggja royndu Marjun Danberg við seks málum.
Fyri StÍF hjálpti tað væl, at Rebekka Justinussen skoraði 13 mál. Hon hevur havt eitt gott kappingarár - eitt kappingarár sum nú er av. Neistin fer trygt víðari eftir sigur á 16 mál í fjórðingsfinaluni.
FM-fjórðingsfinalur í SMS-deildini
Sunnudagin 16. apríl
Neistin - StÍF 40-24 (23-12)
Toppskjúttar: Rebekka Justinussen 13 mál, Maria Pálsdóttir Nólsoy 10 mál
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2023
Handballstatz hevur skrásett allar 186 landsdystirnar hjá monnum síðani 1964. Rókur Akralíð spældi 57 landsdystir - tveir núverandi spælarar eru við á topp-tíggju listanum
Heimasíðan Hanballstatz hevur verið til í eina tíð. Har verða nógv føroysk hondbóltshagtøl skrásett, og seinastu dagarnar eru allir A-landsdystirnir hjá monnum skrásettir.
Handballstatz skrivar, at teir eru 186 í tali og fara heilt aftur til árið 1964.
Síðan hevur nú kunngjørt topp-tíggju listan yvir teir við flest skrásettum A-landsdystum. Teir fyrstu átta eru ikki virknir sum landsliðsspælarar longur. Bert maðurin sum er nummar tvey á listanum er virkin sum hondbóltsspælari í løtuni.
Handballstatz
Rókur Akralíð, sum skifti frá bakspælara til strikuspælara eftir skaða í økslini, takkaði fyri seg sum landsliðsspælari og hondbóltsspælari beint eftir ársskiftið. Havnarmaðurin var landsliðsspælari yvir eitt tíðarskeið á 18 ár, har tað tó ikki var skipað virksemi øll árini.
Rókur spældi 57 A-landsdystir - tveir fleiri enn spælskiparin hjá Neistanum Tróndur Kragesteen hevur spælt. Tróndur spælir framvegis. Hann hevur tó ikki verið á A-landsliðnum í yvir fimm ár.
Fýra spælarar hava yvir 50 landsdystir. Millum teir er toppskjúttin á listanum: Kollfirðingurin Hanus Joensen sum skoraði 238 mál í 54 landsdystum. Flestu teirra vóru í sjeytiárinum. Hanus var lyklaleikari og liðformaður, tá Føroyar spældu í fyrstu C-HM kappingunum, og bakspælarin royndi seg eisini í donskum hondbólti.
Sonur hansara, Heini Hanusarson, kom upp um 200 mál í sínum 43 landsdystum - eisini var hann virkin í donskum hondbólti.
Teir báðir í topp-tíggju sum framvegis eru á landsliðnum eru hesir:
9. Peter Krogh 36 dystir (122 mál)
10. Kjartan Johansen 35 dystir (73 mál)
Petur er upprunaliga úr Danmark, men hevur seinastu árini verið ein ímynd í føroyskum hondbólti. Sum sæst hevur hann staðið fyri nógvum málum, men tað eru serliga styrkirnar sum verjuspælari, ið royndi H71-spælarin skal vísa fram í næstu viku, tá Føroyar stríðast um EM-pláss.
Kjartan Johansen er við aftur í hópinum. 26-ára gamli strandingurin var partur av U21-landsliðnum, sum í 2017 var við í HM-endaspælinum. Síðani tá hevur Kjartan spælt uttanfyri landoddarnar, og lámi strandingurin hevur verið fastur á A-landsliðnum - í fleiri undankappingardystum hevur hann verið føroyskur toppskjútti.
Til ber at síggja fleiri hagtøl um A-landsliðið og annað á handballstatz.com
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2023
Eftir at hava spælt eitt ár við Ajax í bestu donsku deildini, flytir landsliðsspælarin til næstbestu donsku deildina
Hondbóltsleikarin Lív S. Poulsen, sum hetta kappingarárið hevur spælt við Ajax København saman við Súnu K. Hansen og Rakul Wardum í bestu donsku hondbóltsdeildini, flytir til næstbestu donsku deildina at spæla næsta kappingarár.
Felagið Team Midtsjælland Ringsted, vanliga rópt TMS Ringsted, boðaði í vikuni frá, at tað hevur gjørt eitt árs sáttmála við føroyska vongspælaran, sum sambært heimasíðuni eisini skal brúkast sum bakspælari í høgru síðu.
- Vit eru fegin um og errin av at kunna fáa Lív S. Poulsen úr Ajax Liga til Ringsted, skrivar felagið, og leggur afturat.
- Hon spælir høgri vongur í Ajax Liga. Hon hevur fyrr spælt høgri bakkur – tað gjørdi hon eitt nú í Ikast Bording, og vit ætla, at Lív skal spæla á bakkinum í komandi leikári.
Sjálv sigur Lív S. Poulsen við heimasíðuna hjá TMS Ringsted:
- Eg havi valt TMS Ringsted, tí eg haldi, at teirra skjóta spæl riggar væl til mínar styrkir sum bakspælari. Samstundis havi eg eina kenslu av, at TMS hevur eina góða skipan og eitt gott venjingarumhvørvi, har menning allatíð er í fokus. Eg vil fegin menna meg enn meira sum hondbóltsspælari, og er rokni við, at TMS er eitt sterkt lið, við málsetningum, sum svara til mínar. Eg síggi fram til at gerast partur av liðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2023
ÍBV vann í vikuni við fýra málum í seinnu fjórðingsfinaluni, har liðið annars var greitt aftanfyri. Íslendska meistaraheitið er uppá spæl, og ÍBV skal spæla hálvfinalur eftir landsliðssteðgin
Tveir føroyingar eru í hópinum hjá ÍBV, og hava teir síðstu dagarnar verið við til at vunnið liðið úr Vestmannaoyggjum víðari í endaspælinum um íslendska meistaraheitið.
Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus skulu í mai spæla hálvfinalur. Hetta er greitt, eftir at ÍBV vann fjórðingsfinalunar á Stjarnuni.
Í dystinum á Vestmannaoyggjunum leygardagin, har útvið 400 áskoðarar vóru til staðar, vann ÍBV 37-33. Týsdagin gjørdi ÍBV so arbeiði liðugt við at vinna 23-27, tá Stjarnan tók ímóti.
Dánjal Ragnarsson fór til 2021 til Íslands at spæla (Mynd: Sverri Egholm)
Tað sá annars einki út hjá ÍBV eftir fyrra hálvleik. Støðan í steðginum var 15-10, men útiliðið vann seinna hálvleik við heili níggju málum.
Janus Dam Djurhuus skoraði samanlagt sjey mál mál í teimum báðum fjórðingsfinalunum. 20-ára gamli vinstri vongurin úr Hoyvík, 22-ára gamli havnarmaðurin og liðfelagirnir skulu spæla fyrstu hálvfinaluna í vikuni eftir landsliðssteðgin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2023
Málverjin av Skála stóð heilt væl í vikuni og vann saman við liðið sínum Fjölnir á Þór Akureyri í báðum hálvfinalunum. Í íslendsku uppflytingarfinalunum skulu tríggir sigrar til
Mánakvøldið spældu Fjölnir uppflytingarhálvfinalu nummar tvey. Dysturin var á Akureyri, og var talan um føroyingauppgerð. Jonn Rói Torfinnsson skifti í fjør úr Neistanum, og 22-ára gamli lámi sandavágsmaðurin hevur seinastu mánaðirnar spælt á bæði vonginum og bakkinum hjá Þór.
Tað er eydnast liðnum av Akureyri at stríða seg til rættin at spæla um uppflyting úr næstbestu íslendsku deildini. Í fyrru hálvfinaluni í uppflytingarspælinum tapti Þór. við átta málum á útivølli - Jonn Rói skoraði fýra mál.
Mánadagin var Fjölnir aftur omaná. Liðið úr Reykjavík hevur ein málverja av Skála, og 22-ára gamli Andri Kristiansson Hansen kundi fegnast um at vera eitt fet nærri bestu hondbóltsdeildini í Íslandi.
Andri hevði nógvar bjargingar í hálvfinaludystinum mánadagin - millum annað tvey brotskøst og fleiri fríleyparar - og var harvið týðandi partur av sigrinum. Eisini skoraði skálmaðurin einaferð í tómt mál - samanlagt fóru bert 43 mál inn hjá Fjölni í dystunum móti Þór Akureyri.
Í íslendsku uppflytingarfinalunum skulu tríggir sigrar til fyri at vinna samanlagt. Hetta er harvið sama skipan sum í føroysku FM-finalunum. Fjölnir spælir fyrsta dystin móti Víkingi Reykjavík týsdagin 25. apríl. Eina lítla viku seinni kann alt verða avgjørt - í seinasta lagi 7. mai verður greitt, um Andri K. Hansen og liðfelagirnir flyta upp í bestu íslendsku deildina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2023
Føroya Tele-deildin, menn: Fleyr - SÍ 3-0 (25-20, 26-24, 25-22)
Í eina tíð hevur Fleyr havt annað beinið í FM-finalunum, men eftir 3-0 sigur á SÍ leygardagin eydnaðist loksins at fáa hitt beinið innum eisini.
SÍ hevði annars møguleikan at taka plássið frá Fleyr, men tað kravdi í fyrsta lagi sigur á Fleyr, og síðani eisini stig ímóti oddaliðnum Mjølni í síðsta landskappingardystinum. Harumframt var treytin, at Fleyr ikki vann á Ternuni, sum bert hevur vunnið ein dyst í ár.
Í fyrsta setti gekk javnt á til 14-14, tá Fleyr fór nøkur stig framum eftir kraftmiklar servur frá Phil Freere.
Sørvingarnir iðra seg um, at teir ikki tóku annað sett, har teir høvdu tveir settbóltar, men Fleyr vann fýra bóltar á rað – tann síðsta við serviessi frá Róa Hentze – og harvið settið 26-24.
Í triðja setti var lítil spenningur, og Fleyr vann trygt 25-22.
Sostatt verða finalurnar í Føroya Tele-deildini hjá monnum millum Mjølnir og Fleyr. Spældar verða tvær finalur; tann fyrra í Klaksvík, tí Mjølnir er nr. 1 í sjálvari landskappingini. Seinna finalan er ásett at vera spæld í Havn leygardagin 29. apríl. Fyrra finalan verður spæld í Badmintonhøllini í Klaksvík í somu viku.
Vinna liðini hvør sína finalu – sama hvat settmunurin er – so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15 beint eftir seinnu finaluna.
Greitt er eisini, at SÍ vinnur bronsuna. Tíðliga í kappingini løgdu Mjølnir og Fleyr sjógv ímillum seg og hini, og tá SÍ seinni í kappingini kom rættiliga fyri seg – m.a. tí serbiski Mileta Vesovic endiliga fekk neyðugu loyvini at spæla – var longu nóg so seint at fáa hini bæði aftur.
Støðan fyri seinasta umfarið undan finalunum:
Lið Dystir / Stig
Mjølnir 15 / 39
Fleyr 15 / 33
SÍ 15 / 26
ÍF 16 / 14
Ternan 15 / 2
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2023
Mjølnir-TB 3-2 (18-25, 14-25, 25-22, 25-22, 15-10)
Kvinnurnar hjá TB leiktu síðsta dystin í kappingini í Føroya Tele deildini fyri kvinnur farna vikuskiftið. Uttan mun til úrslitið av dystinum endaðu TB-kvinnurnar á 3. plássi.
Síðsti dysturin hjá TB var ímóti Mjølnir í Klaksvík. Heldur óvæntað vann Mjølnir 3-2, eftir at TB lættliga hevði vunnið tvey tey fyrstu settini. Tvey tey næstu settini gjørdust sera jøvn og spennandi, men leikliga ikki serliga góð, tí nógvir feilir merktu spælið. Tá Mjølnir so vann hesi settini, skuldi dysturin avgerast við einum javnbrótara, sum Mjølnir vann rættuliga lættliga.
Mjølnir hevur ein dyst eftir - ímóti SÍ - og uttan mun til úrslitið av hesum dystinum, so endar Mjølnir nr. 4. í Føroya Tele deildini fyri kvinnur.
Í byrjanini av kappingini vann TB teir dystirnar, sum væntandi vóru, men taptu so ímóti sterku liðunum SÍ og Fleyr. Tá TB-liðið væl eftir kappingarbyrjan bleiv fullmannað, byrjaði liðið at vísa meira styrki. Her var tað serliga nýggi leikarin Ariana Pereyra Gonzales úr Argentina, sum gekk á odda fyri TB. Ariana er helst millum bestu miðjur í kappingini í ár.
TB spældi seg í mars mánaða fram ímóti einum finaluplássi, tá tær lættliga vunnu 3-0 ímóti Fleyr á Tvøroyri hin 17. mars. Men tá tær so taptu næsta dystin ímóti Fleyr, var finaluplássi í veruleikanum farið, og síðani hava úrslitini ikki hilnast so væl.
Arthur Djurhuus Poulsen hevur haft TB-liðið undir hond alt kappingarárið, og hevur hann veruliga gjørt mun, sum venjari á Tvøroyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2023
Finalurnar vórðu spældar undir Kontrast FM í Havn leygardagin
Leygardagin vóru finalurnar í Kontrast FM leiktar í Høllini á Hálsi í Havn fyri at finna føroyameistararnar í teimum ymisku disciplinunum í badminton.
Her er listi yvir heiðursmerkjavinnararnar. (Myndir: Haldur Suni Johansen)
Sí eisini: Myndir: Kontrast FM 2023
Tvímansleikur kvinnur
Gull: Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen, KBF
Silvur: Oddbjørg í Buð Justinussen og Ranja Joensen, KBF
Bronsa: Julianna í Heiðunum og Miriam í Grótinum umframt Mia og Sanna Thorkildshøj, allar HBF
Tvímansleikur menn
Gull: Fai Yin Wong og Aksel Poulsen, HBF
Silvur: Magnus Dal-Christiansen og Benjamin Gunnarstein, HBF
Bronsa: Hákun Thorkildshøj og Asbjørn Heide Olsen, HBF, umframt Christian Berg Petersen og Leiki Dal-Christiansen, HBF
Blandaður tvímansleikur
Gull: Miriam í Grótinum og Magnus Dal-Christiansen, HBF
Silvur: Eira Ásbjørnsdóttir Petersen og Fai Yin Wong, HBF
Bronsa: Lena Maria Joensen, KBF, og Jónas Djurhuus, HBF, umframt Mia Thorkildshøj og Asbjørn Heide Olsen, HBF
Einmansleikur kvinnur
Gull: Miriam í Grótinum, HBF
Silvur: Mia Thorkildshøj, HBF
Bronsa Lena Maria Joensen, KBF, og Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
Einmansleikur menn
Gull: Árant á Mýrini, MBF
Silvur: Jónas Djurhuus, HBF
Bronsa: Magnus Dal-Christiansen, HBF, og Ári Isfeld, HBF
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2023
Føroyingar luttóku í tveimum styrkikappingum í Íslandi og í Danmark farna vikuskiftið
Farna vikuskiftið vóru tvær styrkikappingar, ið føroyingar luttóku í. Bæði met og ikki-góðkent met vóru sett.
Onnur kappingin var í olympiskari vektlyfting, har Maibrit Reynheim Petersen og Rúni Mohr Jónsson kappaðust.
Hin kappingin var Páskamótið í Íslandi, sum er kapping í styrkilyfting.
Maibritt upp um 100
Maibrit Reynheim Petersen og Rúni Mohr Jónsson vóru við á Amager, har Thor hevði felagskapping. Felagið hevur havt nakrar føroyingar við gjøggnum árini, og í dag hevur felagið fýra føroyingar, ið venja har dagliga. Millum annað landsliðslyftarinar Maibrit Reynheim Petersen og Niels Áki Mørk.
Til kappingina luttóku Maibrit Reynheim Petersen og Rúni Mohr Jónsson. Hetta er bert næsta kapping, sum Rúni luttekur í. Hann fekk allar seks royndirnar góðkendar, og kom heim við einum persónligum meti í vend & stoyt á 100 kilo, og í tvídysturin bleiv talan um 180 kilo, ið eisini er persónligt met.
Maibrit gjørdi bart, hóast hon hevði ikki stórvegis ætlanin tá hon møtti til innviging. Men bæði undir upphitingini og í kappingini kendu hon seg sera væl, og tí gjørdi hon eina roynd at taka føroyska metið í vend & stoyt. Venjarin fyri dagin setti vektinan á 101kilo, og Maibrit syfti vektina uppum høvd. Nú eigur Maibrit øll trý metini í -71kg klassanum hjá kvinnum.
Gull í bonkpressi
Páskamótið í Íslandi fer fram eftir øðrum reglum enn teimum, sum vanliga eru galdandi í Føroyum. Tí kunnu føroysk met ikki seta í kappingini.
Tó vóru fleiri lyft hjá føroyingunum, ið vóru nóg góð til førosykt met, um tað varð lyft sambært IPF reglugerðini.
Tríggir føroyingar vóru við til kappingina; Petur Fróðason, Petur Sigurd á Túgvu og Sofus Jakobsen. Hetta eru fyrstu føroyingarnir, ið hava luttikið í útlendskari kapping innan styrkilyfting.
Tveir teirra, nevnliga Petur og Petur Sigurd luttóku í trídysti. Hjá Peturi eydnaðist tað avberað væl. Hann fekk sjey út av níggju royndum góðtiknar, og varð kappast eftir IFP-reglunum, hevði hann set met í øllum greinum. Tað eydnaðist honum at lyfta 180 kilo í beinbend, 100 kilo í bonkpress, 180 kilo í rættstøðulyft. Hetta gevur ein trídyst á 460 kilo, ið er 60 kilo hægri enn núverandi junior-metið í -105kg flokkinum.
Petur Sigurd gjørdi ikki minni enn at vinna sær bronsumerkið í kappingini. Petur Sigurd fekk eisini sjey út av níggju royndum góðtiknar. Eisini hjá honum høvdu lyftini verið nóg mikið til met eftir IFP-reglunum. Hann javnaði metið í rættstøðulyft í -83kg flokkinum í opna bólkinum, sum er heili 230 kilo. Petur Sigurd fekk 540 kilo í trídysti, ið er 40 kilo meira enn hann hevur fingið fyrr.
Sofus var einasti sum luttók í eindysti. Hann hevur verður darvaður av knæskaða, men hann tykist tó at verða klárur til FM, ið verður í mai mánaði.
Sofus er tað, sum vit kunnu kallað ein bonkpress serfrøðing. Hann byrjaði á heili 125 kilo, sjálvt um hann er í -73kg flokkinum. Tíverri eydnaðist tað honum bert at fáa fyrstu royndina góðkenda. Hetta var tó nóg mikið at ogna sær gullið í hesari stóru kappingini.
Sum skrivað frammanundan, var kappingin ikki eftir IPF reglugerðini, og tí kunnu metini og úrslitini ikki skrásetast sum almenn met.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2023
Fimm íðkarar fara til stóra altjóða kappingina Danish Open Jiu-Jitsu
Fyri fyrstu ferð síðan stríðsítróttin brasilianskt jiu-jitsu kom til Føroyar, fer eitt lið av føroyingum av landinum at kappast.
Brazilianskt jiu-jitsu, sum hevur sín uppruna í japanskum jiu-jitsu og judo, byrjaði í Føroyum í 2015.
Í 2022 var jiu-jitsu við á Føroyaleikum fyri fyrstu ferð. Hetta hevur givið felagnum blóð upp á tonna til víðari kappingar.
Hetta vikuskiftið verður árliga Danish Open Jiu-Jitsu kappingin í Hillerød. Tá fara fimm íðkarar úr Føroyum til Danmarkar at luttaka. Hesir íðkarar umboða báðar jiu-jitsu skúlarnar í Føroyum, sum eru Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu og BJJ Vágar.
Yvir túsund tilmeldingar eru úr umleið 50 londum til hesa kappingina. Eitt av hesum eru Føroyar, sum er tað landið, sum hevur flest tilmeldingar pr. íbúgva.
Brazilianskt jiu-jitsu er ein ítrótt, sum fyrst og fremst leggur dent á sjálvverju, men er eisini ein støðugt vaksandi ítróttamentan. Í einum jiu-jitsu dysti fær ein stig fyri at koma í ávísar dominerandi støður. Tann sum hevur flest stig, tá ið tíðin er farin, vinnur. Ein kann eisini vinna við at fáa mótstøðufólkið at geva upp, t.d. við at gera armlás ella kvalaratak o.s.fr.
Hóast braziliankst jiu-jitsu er ein nýggj ítrótt í Føroyum, so hevur felagið verið sera aktivt, m.a. skipaðu Brazilian Jiu-Jitsu Globetrotters fyri einari altjóða brazilianksari jiu-jitsu legu í 2022, har 130 fólk frá øllum heiminum komu til Føroyar fyri at luttaka. Umframt hetta er Tórshavn Brazilian jiu-jitsu eisini vorði ein partur av samstarvinum "ABC fyri sálarliga heilsu".
Tey fimm, sum fara til Danmarkar at kappast, eru: Áron Joensen, Bjartur Bernhardson Thomsen, Djóni Strømsten, Eliane Campos Klein og Levi Jakobsen. Øll umboða Tórshavn Brasilian Jiu-Jitsu, Djóni Strømsten umboðar eisini BJJ Vágar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2023
FM-kapping var um vikuskiftið í gonguløgum í Havnardali
Í góðveðrinum um vikuskiftið varð ein sera væleydnað FM-kapping hildin hjá Føroyskum Íslandsrossafelag í Havnardali. Innleiðandi umførini Safari Transport innandura FM vóru fríggjadagin og finalurnar leygardagin.
Ítróttarnevndin hevði kýtt seg fyri at kappingarnar skuldu avgreiðast bæði skjótt og væl. Fyrireikingarnar gingu væl og veðrið skikkaði sær eisini heilt væl, so tað ger altíð tingini lættari.
Sum nakað nýtt, var eitt savningarstað avmerkt beint uttan fyri høllina, har tey, sum skuldu næst inn, skuldu vera klár á rossunum. Hetta er ein sokallaður "collecting ring", og verður nógv brúkt til kappingar uttanlands. Tá farið verður inn á hetta avmerkta savningarstaðið, snýr tað seg um at vera klár at fara inn á vøllin, og tá er ikki loyvt at fara av rossunum ella tosa við fólk, undantikið tann, ið stendur vakt. Tað vísti seg at rigga sera væl við savningarstaðnum, so hetta fer eisini at verða brúkt í komandi kappingum.
Tølt
Tá talan er um kappingar við íslendskum rossum, so er tølt ofta nógv í fokus – gongulagið, sum íslendsku rossini serliga eru kend fyri.
Fýra ymiskar tøltkappingar vóru hildnar, og hesaferð varð, sum nakað nýtt, eisini kappast í T8, ið er ein lættari flokkur. Harumframt vóru T7, T2 og T1, sum er hægsti flokkur, á skránni. T1 vunnu Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum. Hetta var fyrstu ferð, at Ragnheiður kappaðist í bólkinum fyri vaksin, tí hon bleiv 22 ár, júst sama dag. Ert tú undir 22, so kappast tú sum ungdómur.
Ein ung, sum serliga skaraði framúr, var Ester Dahl á Heygum á hestinum Vorboða frá Akurgerði. Hon vann ikki minni enn tvær kappingar: Fjórðgongdina V1, har hon vann á teimum vaksnu og eisini í tøltkappingini T2, gjørdist hon nr. 1.
Spennandi verður at fylgja hesum dugnaligu ungu reiðfólkunum í framtíðini.
Fjórðgongd
Sum vanligt varð kappast í V5 og V1 – og harafturat kundu fólk melda seg til í V3, sum er ein lættari kapping enn V1, men torførari enn V5.
32 fólk og 39 ross vóru meldað til seinastu innandura kappingina í vár. Nýggja uttandura breytin er komin so væl áleiðis, at fyrsta uttandura kappingin verður um miðjan mai.
Úrslitini av kappingunum er hesi:
T1
Nr. 1 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
Nr. 2 Heri Djurhuus Dahl og Brá frá Tjarnarstöðum
Nr. 3 Ása Maria Vágsheyg og Krapi fra Enighed
T2
Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði
Nr. 2 Jason Lützen og Ljómi frá Sólvangi
T7
Nr. 1 Helena Dahl Thomsen og Lómur frá Kvistum
Nr. 2 Elisabeth Andreasen og Stefnir frá Typpafossi
Nr. 3 Bryndis Hjartardóttir og Sveifla frá Feti
T8
Nr. 1 Bjørk Láberg og Kóngur fra Tindsgarði
Nr. 2 Sólrun Højgaard Poulsen og Rjóð frá Kjarri
Nr. 3 Hrafnkatla frá Fróni og Kristian Bang Krosstein
V1
Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði
Nr. 2 Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og Þórey frá Flagbjarnarholti
Nr. 3 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni
V3
Nr. 1 Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni
Nr. 2 Elisabeth Andreasen og Stefnir frá Typpafossi
V5
Nr. 1 Bjørk Láberg og Verðandi frá Litlu-Tungu
Nr. 2 Sólrun Højgaard Poulsen og Rjóð frá Kjarri
Nr. 3 Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Rambó frá Hellu
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2023
Savna inn pening til ungdómsliðið, sum skal til HM í gongulagskappingum í summar
Hugnaligt familjutiltak við ponyríðing og hoppiborgum verður í Tølthøllini í dag, leygardagin 22. apríl frá kl. 13 til 17. Innkomni peningurin fer til føroyska ungdómslandsliðið í gongulagskappingum.
Fyri at stuðla ungdóminum, sum fer uttanlands at kappast í HM í gongulagskappingum í summar, verður skipað fyri hugnaligum tiltaki fyri øll í Havnardali leygardagin.
Tølthøllin verður karmur um tiltakið, har hoppiborgir verða settar upp – eins og ein hópur av rossum standa klár at bera børnini ein rundtúr í høllini. Harumframt verður høvi at njóta ein góðan drekkamunn inni í kaffistovuni, har te, kaffi, sunkist, køkur og ísur fæst til keyps.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2023
Eftir eitt drúgvt innleiðandi umfar eru teir 8 bestu spælararnir í landinum nú klárir til endaligu finaluna í billard fyri einstaklingar
Ársins helst mest týdningarmikla og spennandi billardkapping verður um vikuskiftið í hølunum hjá Havnar Klubba, har Havnar Billardfelag er vertur í ár.
Herfyri vann Havnar Billardfelag sítt fyrsta FM heiti fyri lið í 18 ár. Nú skulu so landsins bestu spælarar dystast um mest týðandi heiðurin, nevniliga at vinna FM heitið fyri einstaklingar.
Tilsamans 8 spælarar luttaka. Skipanin er tann, at 6 av teimum bestu spælarunum frá liðkappingini koma beinleiðis víðari í finaluumfarið. Síðani eru tvey pláss eftir.
Seinasta vikuskiftið varð kappast um hesi bæði plássini. Ikki færri enn 16 spælarar høvdu teknað seg til hesa innleiðandi kappingina. Endin varð, at tveir spælarar úr Klaksvíkar Billardfelag spældu seg víðari til finaluumfarið. Teir eru Urbanus Olsen og Sonhard Johannessen.
Sonhard Johannesen og Urbanus Olsen báðir úr Klaksvíkar Billardfelag spældu seg víðari til finaluumfarið í undankapping seinasta vikuskiftið
Talan varð um eina sera javna kapping tó við óvæntaðum úrslitum. Heldur óvæntað megnaði føroyameistarin frá 2021, Hallur Joensen ikki at spæla seg víðari. Hann mátti lúta fyri bæði Max Rasmussen og Bjarna Thomsen, báðir úr Tvøroyrar Billardfelag. Tað eydnaðist tó hvørgum teirra at koma víðari til finaluumfarið heldur.
Ístaðin varð tað enn ein av gomlu billardveteranunum, Sonhard Johannesen úr Klaksvík, sum vann henda bólkin og harvið tryggjaði sær annað av plássunum millum teir 8 í finaluni.
Í hinum bólkinum stóð kappingin millum Carsten Hansen úr Havnar Billardfelag og Urbanus Olsen úr Klaksvíkar Billardfelag. Dysturin gjørdist ein gysari av eini aðrari verð.
Tá tað nærkaðist dystarloki hevði Carsten við einum umfari uppá 116 lagt seg nærum 200 eygu á odda, og manglaði hann einans 4 eygu í at koma á mál. At skula innheinta so stóra føring í endanum á einum dysti er nærum ómøguligt, men Urbanus gjørdi tað ómøguliga møguligt.
Við einum rimmar umfari uppá 162 eygu restaði honum bert lítið í at røkka javnleiki. Og so varð. Dysturin endaði við javnleiki 500-500.
- Tab og vind med samme sind helt frægi billardspælarin hjá Havnar Billardfelag, Carsten Hansen fyri, tá hann ynskti vinnaranum av bólkinum Urbanus Olsen tillukku
Men samanlagt fyri báðar dystirnar hevði Urbanus væl fleiri eygu, og átti harvið sigurin. Urbanus tryggjaði sær tí luttøku í FM finaluni við einum meðal uppá 25,37 eygu, sum boðar frá, at hann kann gerast millum teir fremstu til finaluna.
Carsten, sum mátti lúta, hevði eitt meðal uppá 20,14.
Hetta man vera mest spennandi dysturin í Føroyum í mong ár.
Endaliga úrslitið av hesi undankapping gjørdist tí, at tveir klaksvíkingar komu víðari og skulu teir kappast um vikuskiftið saman við hesum seks: Páll Hera Nolsøe úr Tvøroyrar Billardfelag, Kristian Suna Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag og Ólavi Kjølbro, Jógvan Jørgensen, Niels Nielsen og Per Hansen allir úr Havnar Billardfelag.
Fýra fyrrverandi FM meistarar luttóku í undankappingini seinasta vikuskiftið. Fv. Sonhard Johannesen og Hallur Joensen úr Klaksvíkar Billardfelag, Max Rasmussen úr Tvøroyrar Billardfelag og Jan Müller úr Havnar Billardfelag. Einans Sonhard kom víðari til finaluna - hesaferð
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2023
Havnar Telvingarfelag var stovnað 18. apríl 1923 - tað vóru frægir menn, sum settu skorður undir felagið í síni tíð
Havnar Telvingarfelag fylti týsdagin 100 ár. Tað var stovnað 18. apríl 1923, og var í nógv ár einasta virkna talvfelag í landinum. Tað vóru frægir menn, sum settu skorður undir felagið í síni tíð. Av teimum fimm, sum kallaðu saman til stovnandi aðalfund og mannaðu fyrstu nevndina, eru tríggir, sum hava virkað sum borgarstjórar í Havn: Jóhs. O. Joensen, M.A. Jacobsen og J.P. Henriksen.
Nevndin útvegaði felagnum eina stovu í Avhaldshúsinum við Áarvegin til leigu, og her – í hjartanum í býnum – kom felagið at húsast tey fyrstu árini. Undirtøkan var góð frá fyrsta degi, og nógvir havnarmenn fóru at telva regluliga. Felagið hevði eina ágrýtna og visjónera leiðslu. Longu árið eftir í 1924 læt felagið prentað bókina "Leiðbeining og reglur í telving". Felagið Varðin bar sín part av kostnaðinum. Felagið fekk í lag livandi talv á ólavsøku í 1927, 1931 og 1932. Skótar vóru ílætnir sum talvfólk.
Aljechin og Janus skald
Skipað varð í 30-árunum fyri telefontelving millum Havnar Telvingarfelag og fremstu feløgini í Noregi, Danmark og Íslandi, og í 1931 lá heimsmeistarin Alexander Aljechin við bryggju í Havn. Hann hevði verið í Íslandi, men steðgurin í Føroyum var ov stuttur til at hann fekst í land at telva.
Í staðin eydnaðist felagsins oddamanni, Palla Henriksen, at fáa heimsmeistaran at skriva sær dagfestan autograf upp í eina av talvbókum sínum.
Hesi árini var eisini farið undir almennar føroyameistarakappingar fyri einstaklingar. Byrjað var í 1937. Limir í Havnar Telvingarfelag vóru at kalla einsamallir í hesum kappingum fyrstu árini. Nevnast kann, at skaldið Janus Djurhuus var ein av góðu telvarunum felagsins, og var hin einasti, sum í 1948 vann á føroyameistaranum Palla Henriksen – sama ár, sum skaldið doyði.
Í 1946 flutti felagið í nýggj høli Yviri við Strond áraka Skansan. Goldney, oberstur, sum gjørdist felagnum ein hollur stuðul undir krígnum, útvegaði felagnum húsini, sum bretar høvdu bygt undir seinna heimsbardaga. Húsið, sum var o.u. 10 x 20 alin, fekk hann felagnum fyri 3000 krónur. Sama ár kom ein av fremstu telvarum í Bretlandi, B.H. Wood, til Føroyar sum gestur hjá Havnar Telvingarfelag.
Toppdystur í 30-unum. Við borðið síggjast Palli Henriksen og Margeir Sigurjónsson í harðari orrustu
Á hesari ferðini læt hann hitt tiltikna Wood-borðið til føroysk talvfeløg at kappast um. Hetta gjørdi sítt til, at talvfeløg sprettu víða hvar um landið komandi árini.
Havnar Telvingarfelag gekk framvegis nýggjar leiðir, og skipaði í 60-árunum fyri tveimum altjóða kappingum í býnum millum bæði føroyskar og góðar útlendskar telvarar. Felagið flutti fyrst í 50-árunum heim í býin aftur, í húsini í Dr. Jakobsensgøtu, sum skraddar Debes hevði havt sum arbeiðshøli. Her varð húsast til 1970, tá Føroya Keypssamtøka keypti húsini frá felagnum til at taka niður og byggja upp nýggjan stásiligan handil á sama staði.
Árini við Gripsvegin
Felagið fekk væl fyri húsini, og fór nú at hugsa um at byggja sítt egna. Ein av trúgvu felagslimunum, Henry Olsen, læt felagnum eitt stykki av síni ogn við Gripsvegin fyri sera lagaligar treytir. Nógvir felagslimir arbeiddu so væl sjálvbodnir í felagsins tænastu, at tað eydnaðist Havnar Telvingarfelag at byggja egin hús uttan almennan studning. Felagið helt til í Losjuni til nýggju húsini vórðu tikin í brúk í 1971. Felagið leigaði út ovaru hæddina, og hevur soleiðis øll árini fíggjað sítt virksemi við fastari leiguinntøku. Okkum vitandi eru ógvuliga fá talvfeløg í londunum uttan um okkum, sum hava verið so væl fyri, at tey hava havt egin hús.
Í felagnum hava sitið ung sum gomul og telva. Skipaðar barnatelvingar hava verið umframt annað regluligt innanfelagsvirksemi. Húsið plagdi at standa opið nærum hvørt kvøld, og tað var lagamanni hjá felagslimum at detta inn á gólvið at taka eitt talv í hesum sentrala og høgliga umhvørvi. Áhugin fyri talvi vaks í stórum eftir at Bobby Fischer og Boris Spasski høvdu telvað minniliga HM-finaludystin í Reykjavík á sumri 1972. Hesin vaksandi áhugi merktist væl í Havnar Telvingarfelag sum aðrastaðni. Limatalið reyk upp, tí nú vildu øll telva.
Virksemið dovnaði eitt sindur, sum árini gingu, men tá ið felagið seint í 70-árunum fór undir skipaðar talvvenjingar fyri børn, kom gongd á aftur. Virksemið var javnt høgt í felagnum øll 80-ini og 90-ini. Eitt skifti í 90-unum hevði felagið bosniska stórtelvaran Ivan Sokolov sum venjara.
Ein av eldsálum Havnar Telvingarfelags í drúgt áramál - Jákup Thomsen (1940-2013)
Nýggj felagshøli
Í eini 45 ár húsaðist Havnar Telvingarfelag í R.C. Effersøesgøtu. Til endans vóru húsini í so ringum standi, at stórar og dýrar ábøtur máttu gerast, skuldi fólk fáast í tey aftur. Soppur stygdi limirnar burtur, so at felagið í nøkur ár mátti bjarga sær sum frægast í ymsum skúlum í býnum.
Í 2017 fór nýggj nevnd í felagnum til verka. Fremsta málið var at loysa áleikandi hølistrupulleikarnar. Í góðum samskifti við Tórshavnar Býráð eydnaðist loksins at loysa málið í 2020. Tá vórðu húsini í R.C. Effersøesgøtu seld, og fimm ára leiguavtala gjørd við býráðið um at fáa gomlu sangstovu Kommunuskúlans ovast í Finsen til nýggj felagshøli. Gongst sum ætlað, verður henda leiguavtala væntandi longd í 2025.
Í Finsen hevur felagið so rúmar ræsur, sum tað ikki hevur havt fyrr.
Vinnarasiðvenjan
Tað er ikki yvir at dylja, at Havnar Telvingarfelag hevur verið tann stolti gangarin í føroyskari telving øll árini. Felagið hevur vunnið mest í øllum deildum í landskappingini, og tað sama í teimum ymsu bólkunum í FM-einstaklingakappingini. Og landsins einasti stórmeistari hevur slitið sínar barnaskógvar í Havnar Telvingarfelag.
Av øllum, sum hava vunnið almenna føroyameistaraheitið í einstaklingstalvi, eru tólv úr Havnar Telvingarfelag.
Hesir hava vunnið Havnar Telvingarfelag fleiri FM-sigrar í fremstu deildini í landskappingini seinnu árini. F.v. Carl Eli Samuelsen, Luitjen Akselsson Apol, Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen og Sjúrður Thorsteinsson
Føroyameistarar hjá HT (1938-2023)
Palli Henriksen
Olav Andreasen
Tórarinn Evensen
Súni Ziska
Luitjen Apol
Andrias Ziska
Rógvi W. Rasmussen
Flóvin Tór Næs
Martin Poulsen
Carl Eli Samuelsen
Olaf Berg
Helgi Dam Ziska
Kvøða til HT
Ein av ídnu telvarum Havnar Telvingarfelags fyrstu árini var rithøvundurin Valdemar Poulsen (1909-1989). Hann ritstjórnaði 25 ára minnisriti felagsins í 1948. Í hesum riti hevur hann ognað felagnum hesa yrking:
Til Havnar Telvingarfelag
Búgvin til hernað á vígvølli standa
fylkini reystu til hildarfund.
Enn valdar kvirran: Caissu anda
mana teir fram á feigdarstund.
Hugsa væl, far hóvliga:
Aldrin kann ein gjørdur leikur broytast.
Kemur til sjóndar hin fagra gudinna,
gløggskygni lýsir á enni bjart:
Einans í tøgn eg eri at finna,
verður enn talvið langt og hart.
Reglur at halda og mansliga leika
Caissu synum man søma best –
andi mín tá um vøllin man reika –
haldið nú fram og havið treyst.
Valdemar Poulsen
Føroyameistari 2023 - Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2023
Var formaður í Sjálvstýrisflokkinum frá 1971 til 1994
Hilmar Kass fyrrverandi løgtingsmaður og formaður fyri Sjálvstýrisflokkin, andaðist sunnudagin, 96 ára gamal.
Hilmar Kass varð føddur á Strondum 2. desember 1926. Hann var skiparalærdur og seinni eisini læraralærdur, og starvaðist mesta av sínum virkna arbeiðslívi sum lærari á Sjómansskúlanum í Havn, har hann eisini virkaði sum varaskúlastjóri hjá bygdarmanninum, Poul Johannes Johansen, ið var stjóri á sjómansskúlanum í nógv ár.
Í 1966 varð Hilmar Kass valdur á Løgting fyri fyrstu ferð, og gjørdist harvið, sum einasta umboð hjá Sjálvstýrisflokkinum, tungan á vágskálini í landsstýrinum, sum varð skipað eftir tað valið. Hilmar Kass sat á týðandi sessinum sum formaður í marknaðarnevndini (táverandi uttanlandsnevndini, -red.) tá spurningurin um EEC-limaskap var í hæddini í byrjanini av sjeytiárunum.
Hilmar Kass sat á løgtingi til 1988, tá hann valdi ikki at stilla uppaftur. Hann var tó sitandi sum formaður fyri Sjálvstýrisflokkin fram til 1994, tá hevði hann verið floksformaður í 23 ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2023
-
Landsstýrið hevur mist ein av sínum royndastu løgfrøðingum, Almanna- og mentamálaráðið ein dugnaligan leiðara og góðan vin.
Mikudagin 5. apríl bórust boðini, at Marjun, bert 48 ára gomul, ikki var millum okkum longur.
Marjun varð sett sum deildarstjóri í 2009 í tí tá nýggja Almannamálaráðnum, har hon fekk litið upp í hendur at skipa og leiða deildina, sum hevði ábyrgd av lógarsmíði og politiskari ráðgeving.
Hon kom frá bankaverðini, men hevði áðrenn tað eisini fleiri ára royndir sum løgfrøðingur í Tinganesi, m.a. sum leiðandi løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum. Eg minnist, at hon í sambandi við setanina hevði víst á aðalstjóran í Fiskimálaráðnum sum ummælara, og tá eg tosaði við hann, rósti hann henni almikið fyri sínar fakligu dygdir og persónliga lyndi. At hann meinti hetta, tað ivist eg ikki í, tí nøkur ár seinni – hugsi at tað hevur verið í 2016 – bað sami aðalstjóri meg um at læna hana eitt skifti at smíða lóggávuna í sambandi við ætlaðu fiskivinnunýskipanina.
Marjun hevði ein sterkan fakligan autoritet og var altíð góð í ráðum. Hon var umhugsin, og sum leiðari hevði hon eina góða moralska kumpass. Av lyndi var Marjun ikki hartrópandi, men hon hevði ein sermerktan smittandi látur, sum ongin kundi standa ímóti. Og so dámdi henni væl høghælaðar skógvar, sum hoyrdist, tá hon nærkaðist kontórinum hjá tær og stakk høvdið inn fyri at spyrja til okkurt mál ella bara heilsa uppá. Hon sá okkum øll, og tað savnaði okkum. Harumframt var hon ein, sum fekk okkurt frá hondini - úr rúgvuni kann eg nevna lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk, Pensjónsnýskipanina og Vælferðarpakkan, sum hon og hennara starvsfelagar høvdu ábyrgdina av.
Hon var sera familjukær, og læt eisini okkum starvsfelagar fáa innlit í lívið saman við sínum allar kærastu. Til serligar løtur vitjaðu vit heimið hjá teimum Heina og børnunum Regini, Óðini, Ingeborg Lilju og Heimi - og tey vitjaðu her.
Hóast hon var sjúkrameldað, so varðveitti hon tilknýtið til arbeiðið undir allari sjúkraleguni og veitti okkum ráð og vegleiðing, tá vit ikki vistu okkum aðrar staðni at fara við okkara ivamálum.
Nú er røddin og stevið tagnað, og eftir sita vit starvsfelagarnir við nógvum ríkum minnum um ein góðan starvsfelaga.
Friður og Guds signing veri við minninum um okkara góða starvsfelaga og vin, Marjun Turid Magnussen.
Eyðun Mohr Hansen,
aðalstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald