Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 29. apríl 2023 | Nr. 17 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Føroyar fleiri fet nærri EM-endaspælinum

SíÐa 40

1 Leygardagur 29. apríl 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Mótnjósningin er ikki yvirtikin enn

Spurningurin um hvør skal ella eigur at hava eftirlit við russiskum skipum í Føroyum, hevur verið evni fyri fleiri áhugaverdum kjakum í kringvarpinum hesa farnu vikuna.

Gjørt er greitt, at tað er Vørn, sum er fiskiveiðieftirlit her á landi, og sum – sjálvandi – hevur ábyrgdina av at skráseta russisku veiðina og ansa eftir, at onki ólógligt fer fram hesum víðvíkjandi.

Og at tað er Taks, sum er tollmyndugleikin, og sum hevur ábyrgdina av at ansa eftir um tað skuldu verið onkrar óynsktar ella ólógligar vørur, sum hesi skip hava við sær.

Men tá tað kemur til trygd, er ivasamt hvør hevur ábyrgdina.

Verður sagt.

Hví tað? hava vit hug at spyrja.

Er tað ikki Danmark, sum hevur ábyrgdina av trygdar- og verjupolitikki? Markið millum trygdarpolitikk og uttanríkispolitikk er vorðið flótandi hesi seinastu árini, hoyra vit landsstýrisfólkini siga, bygt á ringu royndirnar av, tá vit vórðu trýst til at vraka kinverskar veitarar av framkomnari telesamskiftisútgerð.

Men tá spurningurin er, um russisk skip í føroyskum havnum til dømis eru vápnað við kjarnorku, so er tað ikki føroyskir myndugleikar, sum fara umborð at kanna vápnagoymslurnar. Tað hava vit hvørki kunnleika ella myndugleika til. Tann uppgávan liggur hjá sjóverjuni, sum alla okkara tíð hevur havt uppgávuna at “upprætthalda (danskan) suverænitet” á okkara leiðum.

Og sama er galdandi um illgruni er, um tað er njósnaraútgerð umborð. Njósning og mótnjósning er ikki eitt yvirtikið málsøki. Tað tekur danska fregnartænastan sær av.

Tí er tað so hugstoytt at hoyra danskar ráðharrar, núverandi og fyrrverandi, í donskum miðlum harmast um, at russisk njósnaraskip sleppa inn í føroyskar havnir orsaka av fiskiveiðiavtaluni, vit hava við russar.

Skuldi tað verið so, at russisk fiskiskip njósnast, so kann fiskiveiðiavtalan ikki lastast fyri tað. Tá er tað danska fregnartænastan, sum skal gera tær neyðugu kanningarnar, og helst verjan, ið skal gera skiparanum greitt hvør avleiðingin er.

Og ovastin fyri donsku fregnartænastuna ringir neyvan til Høgna Hoydal og biður lova sær at koma til Føroyar at kanna málið. Soleiðis arbeiðir mótnjósningin ikki. Og helst er tað eisini tí, at vit heldur ikki fáa at vita, um donsk loyniumboð hava verið í Føroyum og kannað.

Vit vita, at núsitandi landsstýri ikki kundi funnið upp á at “tveitt apuna” yvir á danskar myndugleikar, so leingi sum formaður Tjóðveldis er partur av landsstýrinum. Hann ynskir at taka ræði á øllum økjum, og fer ikki at yvirlata nakað til danir, bara fyri at sleppa undan einum politiskum trupulleika sjálvur.

So heldur draga málið út í eina óendaligheit, eins og vit eru so von við tá uttanríkispolitiskir – ella trygdarpolitiskir – knútar skulu loysast.

Vit síggja tað við fiskiskapinum í Barentshavinum. Avgerðin um at uppsiga sáttmálan orsaka av russisku innrásini í Ukraina fyri meira enn einum ári síðani, verður drigin út og toygd so langt sum til ber. Eyðvitað tí at tað er ein kvota, sum skal fiskast upp fyrst. Tað ræður jú um at missa minst møguligt áðrenn óundansleppiliga avgerðin verður tikin. Ikki so..?

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2679

    Lisnar síður: 7999

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 29. apríl 2023

Nýggja farnetið ávirkaði ársúrslitið hjá Føroya Tele

Føroya Tele hevði 14 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2022 – men landskassin fær 30 milliónir krónur í vinningsbýti

Roknskapurin er merktur av, at Huawai farnetútgerðin er niðurskrivað og útskift við 5G útgerð frá Ericsson (Savnsmynd: Føroya Tele)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ársúrslitið hjá Føroya Tele var 14 milliónir krónur eftir skatt í 2022. Tað er væl lægri enn í 2021, tá ið avlopið eftir skatt var góðar 40 milliónir krónur. 

Hóast afturgongd á botnlinjuni eru nevnd og stjórn samanumtikið nøgd við 2022, har samfelagsliga týðandi íløgur vóru gjørdar í farnetið, og har stór tøk vóru tikin í verkætlanini Fipur-Til-Heimið. 

Samtakið gjørdi íløgur fyri tilsamans 184 milliónir krónur, ið eru við til at framtíðartryggja føroyskt fjarskifti. 5G, sum væntandi koyrir við fullari ferð í summar, er grundarlagið undir talgilda samfelagnum. 

Í verkætlanini Fipur-Til-Heimið verður alt koparnetið skift út og lagt av nýggjum við fipurtøkni. Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar. 

Ársúrslitið

Ársúrslitið kom niður á 14 milliónir krónur eftir skatt í 2022, tí neyðugt var at niðurskriva Huawei-útgerðina í samtakinum við 31 milliónum krónum. Huawei-útgerðin kann ikki brúkast í fjarskiftinum, eftir at Føroya Tele hevur gjørt týðandi íløgur í 5G-netið frá Ericsson.

Uttan niðurskrivingarnar av Huawei-útgerðini, hevði úrslitið verið á leið tað sama sum árið fyri – 39 milliónir krónur eftir skatt.

Bruttoúrslitið  og úrslitið fyri avskrivingar eru kortini á støði við raksturin í 2021 – og millum bestu úrslit síðan 2018. Nettosølan vaks úr 407 milliónum krónum upp í 415 milliónir krónur. Hesin vøksturin stavar í stóran mun frá øktari sølu av telefon- og sjónvarpstænastum.

Ársfrásøgnin sæst her 

Útlitini fyri 2023 eru góð, og um einki óvæntað hendur, verður roknað við einum munandi betri ársúrsliti í ár. 

30 milliónir krónur í vinningsbýti

Á aðalfundinum í dag var samtykt at lata Føroya Landsstýri, sum eigur allan partapeningin í samtakinum, 30 milliónir krónur í vinningsbýti. Tað er sama upphædd sum í 2021. 

Í samtaksnevndini eru Bjarni Arnason, formaður, Johnni M. Poulsen, næstformaður, Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Andersen, sum øll fýra eru vald av landsstýrinum. 

Starvsfólkavaldu umboðini eru Ólavur Simonsen, Levi T. Nybo og Janus Djurhuus, sum kom í nevndina í staðin fyri Finnbjørn Simonsen, ið hevur verið starvsfólkaumboð seinasta fýra árini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2023

3 Leygardagur 29. apríl 2023

Góður ársfjórðingur hjá BankNordik

BankNordik kunnger roknskapartølini fyri ársins fyrstu tríggjar mánaðir. Hóast rentuhækkingar og høga inflatión eru úrslitini góð

Árni Ellefsen hevði seinasta starvsdag í BankNordik hósdagin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Úrslitið fyri skatt er 75 milliónir krónir, og væntanirnar fyri 2023 eru sum heild betri, enn væntað varð við ársbyrjan. Tó so er gongdin við hækkandi rentum, høgari inflatión og geopolitiskum spenningi enn óviss, og tí hevur bankin hækkað peningin, ið er settur til viks til at standa ímóti møguligum tapi, úr 56 milliónum krónum upp í 65 milliónir krónur.

Føroysku húsarhaldini sum heild væl fyri

Búskapurin hjá føroysku húsarhaldunum er sum heild góður, og enn eru ikki tekin um, at fíggjarstøðan hjá húsarhaldunum er undir trýsti. Millum annað er talið á teimum, ið hava trot, og talið á umbønum um skáar ikki hækkaði stórvegis seinastu mánaðirnar.

- Vit fegnast um, at okkara kundar sum heild hava eina sunna og góða fíggjarstøðu og sostatt klára at standa ímóti teimum fíggjarligu avbjóðingunum, sum høg inflatión og hækkandi rentur kunnu hava við sær. Vit síggja tó, at ferðin á búskapinum er slakað eitt sindur – tað eru til dømis eitt sindur færri, ið taka lán, og fleiri, sum spara saman – men yvirskipað sæð hevur búskapurin hjá føroysku húsarhaldunum og hjá vinnuni víst seg at vera haldførur og sterkur, sigur Árni Ellefsen, fráfarandi forstjóri.

Seinasti arbeiðsdagur hjá Árna Ellefsen

Samstundis sum roknskapartølini fyri ársins fyrstu mánaðir verða løgd fram, var hetta eisini seinasti arbeiðsdagur hjá Árna Ellefsen, sum hevur verið forstjóri í samtakinum síðani 2015. Árni Ellefsen segði seg úr starvi í fjør, og hósdagin hevði hann so sín seinasta arbeiðsdag í BankNordik.

- Árni hevur gjørt eitt framúr gott arbeiði fyri bæði starvsfólk, kundar og samtakið sum heild. Hóast gongdin í heiminum hevur verið heldur óstøðug seinastu árini, hava vit í dag eitt sterkt, sunt og væl bjálvað samtak, og hetta eigur Árni sjálvsagt ein stóran lut í. Tíbetur hava vit nógv dugnalig starvsfólk og eina dugnaliga leiðslu, ið kunnu byggja víðari á tað góða abeiðið, sum er gjørt higartil. Eg fari at takka Árna fyri hansara ídna íkast og ynskja honum blíðan byr, sigur Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna í BankNordik.

Árni Ellefsen er 57 ár, útbúgvin cand.merc.aud og statsautoriseraður grannskoðari. Hann hevur verið partur av samtaksleiðsluni síðani 2011, og áðrenn hann kom í bankan, starvaðist hann m.a. sum grannskoðari og fíggjarstjóri.

Turið F. Arge tekur nú við sum forstjóri í BankNordik. Hon hevur verið partur av samtaksleiðsluni síðani 2015.

Roknskapurin í stuttum

  • Úrslitið fyri skatt var 75 mió. kr.
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 49 mió. kr.
  • Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 8 mió. kr.
  • Rakstrarúrslitið gjørdist 57 mió. kr.
  • Útlánini hjá bankanum eru 8,5 mia. kr.
  • Realkredittlánini hjá bankanum eru 2,6 mia. kr.
  • Innlánini hjá bankanum eru 8,5 mia. kr.
  • Solvensurin íroknað NEP-kapital er 29,1%
  • Leiðslan væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 210-240 mió. kr.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2023

4 Leygardagur 29. apríl 2023

EYA vann kappingina at byggja røktarheim á Stórubrekku

Vinnandi uppskotið er eitt boð uppá eina greiða, væl skipaða og skilagóða bygging, har høvuðstátturin hevur verið at skipa røktarheimið sum ein lítlan býling, ið strekkir seg suður og norður

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tórshavnar býráð samtykti í november í fjør at bjóða undangóðkendum ráðgevum at luttaka í verkætlanarkapping fyri sniðgeving og heildarráðgeving av nýggjum røktarheimi við røktaríbúðum á Stórubrekku í Hoyvík.

Tann 5. september 2022 varð boðið til undangóðkenning fyri ráðgevaratoymi. Freistin at luttaka í undankappingini var úti 21. september. Tá ráðgevaratoymini, sum høvdu boðið inn, vórðu viðgørd, valdi bygginevndin at fara viðari við fýra ráðgevaratoymum: EYA, Henning Larsen NA, MAP og SNA, LBF og SMJ.

Tá freistin var úti, 14. mars 2023, vóru fýra uppskot komin inn. Øll innkomin uppskot luku treytirnar og eru tey gjølla viðgjørd av dómsnevndini. Tá ið dómsnevndin endaði arbeiði sítt, var hon einmælt samd um niðurstøður og viðmerkingar.

Yvirskipaða niðurstøðan hjá dómsnevndini er, at verkætlanarkappingin hevur verið væleydnað. Tey fýra uppskotini eru øll áhugaverd boð upp á, hvussu røktarheimið skal sniðgevast, staðsetast og skipast á Stórubrekku.

Við grundarlagi í gjøllari meting av øllum uppskotunum við støði í teimum fýra metingartættunum og út frá eini samlaðari heildarmeting, metir ein samd dómsnevnd, at vinnandi uppskotið á bestan hátt lýkur metingartættirnar.

Vinnarin er arkitektavirkið EYA. Vinnandi uppskotið er eitt boð uppá eina greiða, væl skipaða og skilagóða bygging, har høvuðstátturin hevur verið at skipa røktarheimið sum ein lítlan býling, ið strekkir seg suður og norður.

Hugmyndin er ein samanseting av minni húsum, við íblástri úr føroysku sethúsunum, har samanseting og samanbygging av húsum í ymsum hæddum og rættningum gera smá vard útirúm og tún. Hugmyndin, sum samlað sæð myndar ein lítlan býling/eina bygd, verður av dómsnevndini mett væleydnað.

Uppskotið leggur seg á heyggin og skipar og háttar seg við endamálinum, at geva búfólkum og starvsfólkum best møguligt útsýni, serliga eystur í hav og móti Nólsoynni, men eisini vestur móti Dalinum Langa og sethúsabyggingini í grannalagnum.

Byggingin fevnir um nógv og góð útirúm, sum upp á nógvar mátar tykjast væl vard móti veðrinum – garðarnir og túnini tykjast sansastimbrandi, og mælir dómsnevndin til, at hesi verða tikin við í framhaldandi tilgongdini, soleiðis at endaliga úrslitið tryggjar, at tey verða væl vard móti ættunum.

Byggingin er stílrein, einføld og stillislig. Bygningskropparnir eru samanhangandi, og rútman í útsíðunum er rólig og trygg og minnir um skap og snið, vit eru von at síggja í vanligari sethúsabygging í Føroyum. Sum heild eru dagsljósviðurskiftini heilt væl loyst. Uppskotið hevur lætt atkomulig og vælskipað felagsøki miðskeiðis í røktarheiminum.

Tilfarið er í høvuðsheitum siðbundið – timbur og flag. Tilfarsvalið er væl kent til føroysk viðurskifti. Innandura er tilfar, ið yvirhøvur skapar ein heimligan, tryggan, heitan og ljósan dám, umframt at uppskot til litir eru rólig og natúrlig. Í mun til byggihátt, metir dómsnevndin, at uppskotið leggur upp til kendar og skilagóðar loysnir.

Samanumtikið hevur ráðgevaratoymið EYA latið inn eitt uppskot til nýtt røktarheim við røktaríbúðum, sum dómsnevndin metir vera væleydnað, og har mett verður, at búfólkini umframt starvsfólkini fara at gleðast um at liva og virka.

Verkætlanarbygnaðurin sýnist at vera hollur, við einum royndum og skikkaðum prosjekteringsleiðara og við lyklapersónum við góðum og hóskandi royndum. Tað kann verða ein avbjóðing at arbeiða við útlendskum ráðgevum, men av tí at føroyski parturin av bygnaðinum er mannaður við royndum fólki, sum kennir til føroysk viðurskifti, og at verkætlanarleiðarin er virkandi í Føroyum, verður ikki mett, at hetta er ein veikleiki.

Hinvegin kann tað eisini vera ein styrki at fáa vitan og íblástur uttanífrá. Samanumtikið er talan um sera væl lýstan bygnað við skikkaðum og royndum fólki. Ráðgevarakostnaðurin er lægri enn málprísurin í kappingarskránni.

Nummar tvey gjørdist Henning Larsen, nummar trý MAP og nummar fýra SNA, LBF og SMJ.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2023

5

Størv

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024
6 Leygardagur 29. apríl 2023

Íbúðarbygging undir Fjalli til upp til 1500 fólk

Ætlanin er at fara undir at bjóða tríggjar matriklar út til bygging av íbúðum. Býráðið í Havn samtykti ætlanina í gjárkvøldið

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein heildarætlan av økinum hevur ikki færri enn eitt samlað tal uppá 492 búeindir, sum hava eina miðalstødd upp á 95 fermetrar. Talan er um ein nýggjan býling við einum íbúgvaratali ímillum 1.000 og 1.500 fólk.

Fólkavøksturin heldur fram. Enn eigur kommunan grundstykki, sum í almennu byggisamtyktini eru løgd av til bústaðarbygging. Ein útbjóðing til bústaðarbygging á hesum matriklunum stuðlar undir visjónina í bústaðarpolitikkinum, at kommunan framhaldandi útvegar lendi til bústaðarbygging.

Ætlanin er at fara undir at bjóða tríggjar matriklar út til bygging av íbúðum. Talan er um øki undir Fjalli. Ikki er tað nakað nýtt at byggja bústaðir í nevnda øki. Í 2018 gjørdu Ove Mortensen Arkitektavirkið og Arkitektar 99 uppskot til heildarætlan fyri økið. Endamálið við heildarætlanini var, at samskipa alt økið so, at skilagóður samanhangur verður millum ymisku økini, og samstundis gera eina yvirskipaða ætlan fyri skipan av økinum, í mun til ferðslu, vegir, grøn øki og slag av bygging.

Matriklarnir liggja í markinum millum tann bygda býin og hagan, og tískil skulu vegur og tekniskar leiðingar leggjast til stykkið. Matriklarnir liggja tætt við gerandishentleikar, so sum Glasir, Skúlan á Fløtum og Bónus, ið liggja minni enn 500 metrar frá økinum. Matriklarnir liggja í brattlendi, og byggingin í økinum skal sostatt leggja seg í lendið á ein hátt, sum byggir uppundir og undirstrikar landslagið.

Økið er upplagt til høga bygging og ynskiligt er, at íbúðarhúsini skulu verða skiftandi í skurði, við høgari takreisn og vaksa í hædd upp móti fjallasíðuni. Matriklarnir liggja í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu í A2- øki, ið er lagt av til høga bústaðarbygging.

Kommunustjórin, tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu til at heimila umsitingini at bjóða nevndu matriklar út til bygging av íbúðum. Hetta varð samtykt í býráðnum í november í fjør. Tá seinna freistin at lata tilboð inn var farin 20. februar var Articon við Henning Larsen sum ráðgeva einasti tilboðsgevi.

Her er talan um eina heildarætlan av økinum við einum samlaðum tali uppá 492 bústaðir, sum hava eina miðalstødd upp á 95 fermetrar. Uppskotið gagnnýtir verandi hæddarmunin á lendinum til at útvega eitt rættvíst útsýni til allar íbúðirnar. Bygningarnir leggja seg eftir verandi hæddarkurvum og varðveita útsýnið fyri hvørjum øðrum. Millum bygningarnar verður gott pláss at skapa rekreativ øki so sum grønar lundir, spælipláss og felagsøkir.

Talan er um ein nýggjan býling við einum íbúgvaratali ímillum 1.000 og 1.500 fólk. Kommunustjórin, tekniski stjórin, leiðarin á stjórnarskrivstovuni og býararkitekturin mæltu til at Articon fær í boði at keypa matr. nr. 1107, matr. nr. 1108 og part av matr. nr. 1166c fyri tilboðsupphæddina áljóðandi 11.300.000 krónur, og at umsitingin fer í samráðingar við Articon um endaligu skipanina av økinum, umframt at nýggj verkætlan verður stovnað til avleiddar verkætlanirnar.

Hetta varð samtykt í býráðnum hóskvøldið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2023

7 Leygardagur 29. apríl 2023

Landsbankin: Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum fimm prosent

Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum hevur verið veksandi síðani miðjan 2022 og var 5,0 prosent í februar 2023 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, samanborið við sama stíðarskeið í 2022. Men útlánini veksa ikki ov skjótt í mun til búskapin, har vøksturin í BTÚ í leypandi prísurm er mettur at vera 10,8 prosent í 2022

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Útlánsvøksturin stavar í løtuni frá útlánum til privatar fyritøkur og húsarhald.

Samstundis er vøksturin í útlánum frá donskum realkredittstovnum til føroysku húsarhaldini lækkaður, og tað kann skyldast, at húsarhaldini, vegna lutfalsliga stóru rentuhækkingarnar á fastrentaðum realkredittlánum, heldur velja at læna í føroysku bankunum.

Privatu fyritøkurnar, sum hava økt um lántøkuna í føroysku bankunum síðani miðjan 2022, eru fyritøkur innan millum annað fiskivinnu, elframleiðslu og fastogn.

Fíggingin til privatu vinnuna var 455 milliónir krónur størri í februar 2023 samanborið við sama mánað árið fyri. Herav er fígging til fastogn økt við 205 milliónum krónum, 105 milliónir til fiskivinnu og 6 milliónir krónur til elframleiðslu. Í sama tíðarskeiði er fíggingin til annað virksemi lækkað, eitt nú til gisti- og matstovuvirksemi, ið er minkað við 158 milliónum krónum.

Føroysku húsarhaldini hava økt um sína lántøku í føroysku bankunum við 569 milliónum krónum í tíðarskeiðinum februar 2022 til februar 2023. Samstundis er lántøkan hjá føroysku húsarhaldunum í donsku realkredittstovnum einans økt við 5 milliónum.

Útlánsvøksturin frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum var tilsamans 3,0 prosent í februar 2023 samanborið við í februar 2022, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2023

8 Leygardagur 29. apríl 2023

Landsbankin: Innlánsyvirskotið í var 1,8 milliardir í februar

Samlaðu innlánini (uppsparingar) vóru í februar 2023 nærum 20,9 milliardir krónur, meðan samlaðu útlánini vóru góðar 19,1 mia. kr

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum var 1,8 milliardir krónur í februar 2023.

Innlánsyvirskotið er innlán hjá føroyskum peningastovnunum íroknað útlendskar deildir, frádrigið útlán hjá somu.

Samlaðu innlánini (uppsparingar) vóru í februar 2023 nærum 20,9 milliardir, meðan samlaðu útlánini vóru góðar 19,1 milliardir krónur.

[object Object]

Innlánsyvirskotið fall nógv í 2021 orsakað av søluni av donsku deildini hjá BankNordik.

Innlánini í føroysku bankunum eru síðani økt. Millum annað hevur privata vinnan økt um síni innlán hetta seinasta árið, og serliga er tað fiski- og alivinnan, sum hevur sett meira inn á konto í føroysku bankunum síðani á vári 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2023

9 Leygardagur 29. apríl 2023

Nøgdirnar av burturkasti lækkaðar 10 prosent

Ikki síðan 2017 hava tveitt so lítið burtur

(Mynd: IRF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

IRF hevði aðalfund í vikuni, og ársúrslitið fyri 2022 er 200.000 krónur í avlopi. Í 2022 komu 37.955 tons av burturkasti inn til IRF, og hetta er 10 prosent minni enn árið fyri. Burturkastnøgdirnar hava ikki verið so lágar síðan 2017.

Nevndin umskipað
Núverandi nevnd hevur sitið í tvey ár og skal sita tvey ár afturat. Tá ið nevndin varð vald í 2021, varð avtalað, at nevndin skuldi umskipa seg, tá ið skeiðið var hálvrunnið.

Hetta er nú gjørt, og hevur nevndin skipað seg við Gunvá við Keldu sum forkvinnu og Oluf Müller sum næstformanni. Frammanundan var Hans Anders Jacobsen formaður og Jóanis Albert Nielsen næstformaður.

Minni avlop í 2022 enn mett frammanundan
Ársúrslitið fyri 2022 varð 200.000 krónur, og hetta er 1,7 milliónir krónur verri enn mett frammanundan. Seinasta árið er kostnaðarstøðið hækkað munandi kring allan heimin, og inflatiónin hevur verið methøg. Føroyska prístalið er hækkað við umleið 10 prosentum í 2022. Sambært Hagstovu Føroya er hetta størsta árliga broytingin í prístalinum seinastu 14 árini.

Hetta merkist væl hjá IRF, og tað sæst millum annað í lønar- og rentuhækkanum, umframt prísvøkstri á vørum og tænastum. Búskaparliga royndist 2022 hjá IRF tískil verri enn mett frammanundan.

Inntøkurnar eru 3,4 milliónir krónur størri enn mett, annar uttanhýsis kostnaður er 4,4 milliónir størri og starvsfólkakostnaður er 2 milliónir størri enn mett frammanundan. Í 2022 gjørdi IRF íløgur fyri tilsamans 59,3 milliónir krónur.

Bruttoúrslitið fyri 2022 gjørdist 65,5 milliónir krónur, sum er 0,7 milliónir verri enn í 2021. Fíggjarstøðan javnvigar við 304 milliónum krónum í 2022 í mun til 266 milliónir krónur í 2021.

[object Object](Mynd: IRF)

Burturkastnøgdirnar lækkaðar 10 prosent
Í 2022 tók IRF ímóti 37.955 tonsum av burturkasti. Hetta er ein lækking á 10 prosent í burturkastmongdunum samanborið við 2021.

Hóast støðugur fólkavøkstur hevur verið í Føroyum seinastu árini, framleiða vit eftir øllum at døma ikki lutfalsliga meira burturkast. Minkandi burturkastnøgdir verða ofta mettar at vera ein tann fyrsta ábendingin um, at ferðin í samfelagnum er sett niður. Nakrar av orsøkunum kunnu vera hækkandi kostnaðarstøði seinasta árið, hækkandi bankarentur umframt avleiðingar av krígnum í Ukraina, sum nú hevur vart í meira enn eitt ár.

Av teimum 37.955 tonsunum, sum IRF tók ímóti í 2022, vórðu 61,6 prosent brend, 31,7 prosent fóru til endurvinningar og 6,7 prosent vórðu tyrvd. Ein minking er í øllum bólkum, og størsta minkingin er í nøgdunum av tyrviburturkasti, sum minkaðu við 20 prosentum.

Býtið millum hesar tríggjar viðgerðarhættirnar hevur verið støðugt seinastu fimm árini.

Nýggja støðin í Nýggjheiðum avhendað
Nýggja tyrvimóttøkan og reinsiverkið í Nýggjheiðum í Kvívík varð avhendað fyrst í 2023.

Nýggja støðin er eitt dømi um, hvussu IRF áhaldandi arbeiðir við at menna innsavningar- og viðgerðarhættir, soleiðis at hesi gerast umhvørvisvinarligari. Við nýggju tyrvihøllini eru betri møguleikar at skilja og hagreiða burturkast innandura, inntil veður er at tyrva tað. Soleiðis kunnu vit í størri mun fyribyrgja, at burturkast fýkur og dálkar umhvørvið.

Reinsiverkið í Nýggjheiðum er eisini umhvørvisliga sæð eitt stórt stig á grønu kósini. Reinsiverkið gevur góðar møguleikar at skilja plast og annað óviðkomandi tilfar frá evjuni, áðrenn hon verður tyrvd, og á tann hátt hava vit fingið eina betri viðgerð av rottangaevjuni, enn vit høvdu við gomlu skipanini við evjubrunnum.

Á sumri 2022 varð innan- og uttanhýsis ISO-skoðan framd hjá IRF, og allar deildir hjá IRF eru góðkendar sambært ISO-14001 fram til juli 2025.

Nýtt felags renovatiónsfelag í Føroyum
Í løtuni verður arbeitt við at stovna eitt nýtt renovatiónsfelag, sum allar kommunur í Føroyum kunnu verða limir í.

Ætlanin er, at virksemið hjá IRF og KB verður lagt í nýggja felagið. Fyri IRF merkir tað, at alt virksemi og øll starvsfólk halda fram í nýggja felagnum, og at allar ognir og skyldur hjá IRF verða fluttar í nýggja felagið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2023

10 Leygardagur 29. apríl 2023

Fíggjarlógaravtala: Nýskapandi verkætlan verður nú framd í Sørvági

Sjúrður Skaale hevur í sambandi við donsku fíggjarlógina fyri 2023 gjørt avtalu við stjórnina um, at 10 milliónir afturat skulu játtast til eitt mentanar- og sjósavn í Sørvági

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyri fleiri árum síðani setti ein arbeiðsbólkur í Vágum saman við Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, seg í samband við Sjúrð Skaale, fólkatingsmann fyri Javnaðarflokkin í sambandi við ætlanina um at byggja eitt mentanarhús og sjósavn Miðvági. Eitt hús, sum bæði skuldi hýsa mentanarligum tiltøkum og lýsa siglingarsøgu Føroya. Talan var um eitt byggilistarliga nýskapandi hús.

Arbeiðsbólkurin hevði – umframt at hava lagt túsundtals tímar í verkætlanina – fingið nakað av fígging, og helt seg eisini hava fingið øll loyvi uppá pláss.

Tað eydnaðist Sjúrði – í samráði við allar viðkomandi partar – at gera avtalu um seks milliónir. Tá hetta var ov lítið til at fara í gongd fyri, bleiv árið eftir gjørd avtalu um 2 milliónir afturat saman vði Edmundi Joensen.

Av ymiskum orsøkum blivu trupulleikar við byggiloyvinum í Miðvági, og samband bleiv so tikið upp við Sørvágs Kommunu, ið var áhugað í at hýsa mentanarhúsinum við bátahylin í bygdini.

Síðani eru kanningar gjørdar, loyvi eru fingin til vega, og biðið er um tilboð uppá at gera økið klárt.

Tað gjørdist skjótt greitt, at nógv meir peningur skuldi til fyri at gera økið við bátahylin egnað og byggibúgvið – og kommunan kundi ikki spenna seg fyri øllum.

Men nú sær út til, at húsið kemur í Sørvági kortini. Sjúrður Skaale hevur í sambandi við donsku fíggjarlógina fyri 2023 gjørt avtalu við stjórnina um, at 10 milliónir afturat skulu játtast til hesa verkætlan.

Alt er gjørt í tøttum samstarvi við arbeiðsbólkin, løgtingsmannin, leiðsluna í Javnaðarflokkinum og tann viðkomandi føroyska myndugleikan, Sørvágs Kommunu.

Eisini pengar til løgregluna
Umframt hesa avtaluna hevur Sjúrður Skaale eisini, saman við Onnu Falkenberg, gjørt avtalu við donsku stjórnina um, at 5,8 milliónir skulu játtast til eina skjótibreyt til løgregluna í Føroyum, og eina eingangsupphædd á 2 milliónir til Føroya Rætt, soleiðis at bíðilistin har kann styttast.

- Eg eri ógvuliga væl nøgdur við, at tað nú sær út til at bera á mál við nýggja mentanar- og sjósavninum í Sørvági. Men tað er sjálvandi fyrst og fremst teimum, sum standa fyri verkætlanini, at takka. Harumframt fegnist eg um, at pengar verða settir av til løgregluna, soleiðis at hon vónandi fær betri arbeiðsumstøður við komandi skjótibreytini. Hetta hava føroysku fólkatingslimirnir arbeitt við leingi, sigur Sjúrður Skaale um fíggjarlógaavtaluna.

Falkenberg gjørt avtalur fyri 47,5 milliónir

Eisini hin fólkatingslimurin, Anna Falkenberg, úr Sambandsflokkurin kundi fegnast um milliónir til Føroya í sambandi við at danska fíggjarlógin kom undir land.

– Frá byrjan av setti eg mær fyri at fáa nøkur góð mál, sum gagna øllum ríkisfelagsskapinum. Tað meti eg, at vit kunnu vísa á, nú úrslitið liggur á borðinum, sigur ein glað Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, nú fíggjarlógarsamráðingarnar í Danmark fyri 2023 eru av.

Millum heilt stóru raðfestingarnar, er serliga granskingin í uttanríkis-, trygdar- og verjumálum nakað at fegnast um. Seinastu tíðina hava vit merkt økta spenningin kring Føroyar. Tó er gransking innan økið ein mangulvøra í Føroyum. Hetta er tískil eitt nýbrot innan uttanríkis-, trygdar- og verjumál í Føroyum.

– Tá tað snýr seg um okkara felags trygd og verju, er tað av alstórum týdningi, at vitanargrundarlagið, sum okkara avgerðir verða tiknar út frá, er trygt. Um avgerðirnar skulu vera tær røttu, so er gransking um føroysk viðurskifti ein fortreyt – tí havi eg raðfest hetta, sigur Anna Falkenberg.

Harumframt hevur Sambandsflokkurin fingið játtað 15 milliónir krónur til havgransking. Okkara náttúru- og havumhvørvi er í stórari broyting orsakað av veðurlagsbroytingunum. Havið er tað, vit liva av í Føroyum. Tó vita vit ikki nóg væl, hvussu eitt nú veðurlagsbroytingarnar hava og framvegis fara at ávirka havstreymarnar og lívið í havinum kring Føroyar. Árini 2019-2023 vórðu 25,5 milliónir settar av eftir umbøn frá Edmundi Joensen, táverandi fólkatingsmanni, men tørvurin á veðurlagsgransking er enn ovurstórur, og tí fegnast Anna Falkenberg, at hetta arbeiðið heldur fram.

Harafturat eru, í samstarvi við Javnaðarflokkin á Fólkatingi, játtaðar 5,8 mió. kr til ein innandura skjótibana til føroysku løgregluna. Løgreglan hevur leingi havt vantandi umstøður – serliga til skjótivenjingar – og hetta verður nú broytt. Innandura skjótibanin stendur væntandi klárur í 2024.

2,5 milliónir krónur eru játtaðar til at beina burtur markaforðingarnar í ríkisfelagsskapinum. Sambandsflokkurin fór til val uppá at beina burtur ávísar markaforðingar, har ein teirra var at geva føroyingum, búsitandi í Danmark, goldið farloyvi til ansing av teirra kæru við sokallaða “plejeorlov”. Hetta stendur eisini í danska samgonguskjalinum eftir áheitan frá Sambandsflokkinum.

Føroyingar búsitandi í Danmark hava ikki rætt til goldið farloyvi, um teir skulu heim til Føroyar at ansa einum avvarandi, sum er doyggjandi. Hetta verður nú broytt, soleiðis at avvarandi búsitandi Danmark fáa ein fíggjarligan styrk, tá tey skulu heim til Føroyar at ansa sínum kæru. Umframt játtanina á fíggjarlógini, so skal lógarbroyting eisini til, sum væntandi verður framd í juli.

Sjómaq-verkætlanin, sum byrjaði í fjør, hevur sum endamál, at ungdómar í øllum ríkinum kunnu savnast, samstarva og læra hvør frá øðrum og um hvønn annan. Verkætlanin hevur eydnast væl, og fær nú eitt veruligt fíggjarligt grundarlag komandi fýra árini áljóðandi 12 milliónir krónur.

Føroysku sluppirnar verða eisini raðfestar á donsku fíggjarlógini fyri í ár, tí settar eru 2 milliónir av til at umvæla og skifta skrokkin á Johonnu TG326. Sjálvbodna arbeiðið, sum er knýtt at sluppunum í Føroyum, skal ikki undirmetast, men slík 100 ára gomul skip kosta nógv í viðlíkahaldi, og vónandi kann hetta verða við at tryggja, at Johanna siglur í minst 100 ár afturat.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2023

11 Leygardagur 29. apríl 2023

Gunnvá Guttesen sett sum varastjóri á Landssjúkrahúsinum

Hon hevur starvast í føroyska heilsuverkinum síðani 2001, og tekur nú við eftir Margit Stóra sum varastjóri við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund

Gunnvá Guttesen er 52 ára gomul og útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Hon verið millum annað verið bæði varaleiðari og deildarleiðari á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum (Mynd: ls.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur gjørt av at seta Gunnvá Guttesen sum varastjóra á Landssjúkrahúsinum. Gunnvá verður samstundis partur av leiðsluni fyri samlaða Sjúkrahúsverkið.

Um nýggja varastjóran við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund skrivar ls.fo soleiðis:

- Gunnvá Guttesen er 52 ára gomul, varð útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1997 á Bispebjerg Hospital og hevur starvast í føroyska heilsuverkinum síðani 2001. Hesi árini hevur Gunnvá verið bæði varaleiðari og deildarleiðari á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, umframt at hon sum verkætlanarfólk var við at verkseta talgildu heilsuskipanina í Føroyum.

Seinastu fimm árini hevur Gunnvá verið depilsleiðari á Medisinska deplinum og eigur ein týðandi leiklut í stóru menningini av størsta deplinum á Landssjúkrahúsinum. Hon skal nú nýta sínar eginleikar til millum annað at vera við í arbeiðinum at sameina Sjúkrahúsverkið.

Gunnvá Guttesen tekur við starvinum sum varastjóri tann 1. juni 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2023

12 Leygardagur 29. apríl 2023

Stina hevði hol í hjartanum

Fyri Stinu Park, sum spælir flogbólt við TB, var tað heppið at Flogbóltssambandið krevur heilsukanningar. Fyri stuttum varð hon skurðviðgjørd á Ríkissjúkrahúsinum fyri hol í hjartanum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Heilsukanningarnar, sum verða kravdar av Flogbóltsamband Føroya undan kappingarbyrjan, kunnu mangan tykjast tungar, kostnaðarmiklar og fyri onkran helst óneyðugar.

Í sambandi við hesar kanningar hava einstakir leikarar verið sendir til víðari kanningar, tí okkurt var, sum sá illgrunavert út, men tíbetur hevur í flestu førum ikki verið talan um nakað álvarsligt.

Fyri Stinu Park, sum leikar við TB, hendi hetta eisini. Og fyri Stinu var hetta heppið, tí endin varð, at Stina fyri kortum varð skurðviðgjørd á Ríkissjúkrahúsinum fyri hol í hjartanum. Hóast Stina mangan hevur kent seg troytta og illa fyri, hevur hon kempað fyri síni ítrótt. Holið í hjartanum vísti seg at vera stórt, og ilt er at siga, hvat var hent, um Stina hevði hildið fram at íðka, uttan at nakað var gjørt við hjarta hennara.

Stina er sera takksom fyri heilsukanningarnar, tí aðrar kanningar, sum hon áður hevði verið til, ikki vístu, at nakað var áfatt.

Vit lata Stinu sjálva sleppa at greiða frá og takka henni fyri, at hon deilir søgu sína:

- Eg bleiv sera skelkað og ovfarin, tá læknin eftir árligu heilsukanningina, ið FBF stendur fyri, spurdi: “Hevur tú nakrantíð fingið at vita, at tú hevur eitt misljóð í hjartanum?”

- Tann 18. oktobur 2022 var eg til mína triðju heilsukanning, har eg bleiv væl og virðiliga kannað. Havi verið til ymsar kanningar hjá ymsum læknum gjøgnum míni tannár, av tí at eg havi verið so troytt, og at eg til tíðir havi havt ringt við at anda undir hørðum fysiskum trýsti.

- Læknarnir kannaðu meg, men funnu onki, ið var galið við mær. Eg fekk at vita, at eg kanska bara hevði vánaliga konditión, ella at tað var vanligt at føla seg troyttan í hesum aldrinum. Læknin, ið kannaði meg til heilsukanningina, lurtaði fyrst væl eftir lungum, og síðani hjartanum. Eftir hann hevði lurtað eftir hjartanum leingi, spurdi hann meg, um eg nakrantíð hevði fingið at vita, at eg hevði eitt misljóð í hjartanum.

- Eg svaraði nei!

- Hann spurdi meg so, um eg nakrantíð hevði havt trupulleikar undir venjing, har eg var svímað.

- Eg svaraði nei!

- Hann fekk tað ikki at passa, tí um nakað feilti hjartanum, var tað undarligt, at eg ikki var svímað undir harðari venjing, segði hann.

- Eftir hettar fekk eg eina tíð hjá hjartalækna, hóast kommunulæknin ikki helt, at tað kundi vera nakað alvorligt, av tí at eg sá út til at vera so fysiskt væl fyri. Tá læknin skannaði hjartað, sá hann eitt hol millum forkømrini í hjartanum (ASD-atrieseptumdefekt). Eg fekk at vita, at holið sá lítið út, men at tað mátti latast aftur kortini, tí tað kundi hava avleiðingar við sær seinni í lívinum at liva við einum holi í hjartanum. Tað lætnaði fyri mær, tá eg fekk at vita, at læknarnir kundu fara upp til hjartað gjøgnum eina æðr í lyskuni, og síðani seta eitt “device” í holið.

- Tá eg kom niður á Ríkisjúkrahúsið tann 11. apríl, bleiv hjartað á mær skannað enn einaferð. Har fekk eg at vita, at holið sá stórt út, og at tað var møguligt, at tey ikki fingu latið tað aftur gjøgnum æðrina í lyskuni, sum avtalað var. Dagin eftir royndu tey kortini, men tá eg vaknaði ein tíma eftir royndina, føldi eg beinanvegin á mær, at tað ikki hevði eydnast. Læknin kom at tosa við meg og fortaldi, at holið hjá mær veruliga var eitt “kæmpe stort” hol (meiri enn 2,5 cm), og at bæði pumpukamarið og forkamarið í hjartanum vóru ógvuliga yvirbelastað, so holið skuldi helst latast aftur skjótast gjørligt við opnari skurðviðgerð.

- Longu dagin eftir, 13. apríl, fekk eg eina tíð til opna skurðviðgerð, har læknarnir fóru inn gjøgnum bringuna og lótu holið aftur. Tað var so stórt, at neyðugt var at seyma ein lappa av kálvahúð fastan í skilaveggin ímillum hjartaforkømrini.

[object Object]

- Alt gekk sera væl við skurðviðgerðini, og eg kom sera skjótt fyri meg. Eg kann ikki lýsa, hvussu takksom eg eri fyri, at eg endiliga havi funnið út av, hvat hevur “feilt” mær øll hesi árini, og at tað nú ikki longur er ein trupulleiki hjá mær.

- Av hjarta stóra takk til FBF fyri at krevja heilsuváttan frá øllum leikarum. Um tað ikki var fyri hesum, hevði eg nokk livað við mínum stóra holi í hjartanum í fleiri ár afturat og blivið nógv verri fyri. Hóast ein ikki tykist sjúkur uttan, veit ein aldrin, hvat gongur fyri seg innan.

Kelda: Flogbóltssamband Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2023

13 Leygardagur 29. apríl 2023

Esmar Joensen nýggjur formaður í Grindamannafelagnum

Herfyri hevði felagið aðalfund, og nýtti starvsnevndin høvið at takka undanfarna formanni, Ólavur Sjúrðaberg, fyri øll árini hann hevur sitið sum formaður í felagnum

(Mynd: Grindamannafelagið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin í undanfarnu viku var aðalfundur hjá Grindamannafelagnum. 

Umframt vanligu skránna, nýtti starvsnevndin høvið at takka undanfarna formanni, Ólavur Sjúrðaberg, fyri øll árini hann hevur sitið sum formaður í felagnum, og sum minnið um tíðina, handaði Ragnar Jacobsen, formaður ein málning, sum Livar Nysted hevur málað til høvið, skrivar Grindamannafelagið í tíðindaskrivi.

Eisini varð nýggj nevnd vald, og nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Esmar Joensen, Hvítanes, formaður
Tóri Simonsen, Hvannasund, næstformaður og peningarøkil
Bjartur Tórhalsson, Vestmanna, skrivari

Tiltakslimir eru Ragnar Jacobsen, Miðvágur, Eystein í Løðu, Bøur, og Bogi Hansen, Runavík.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2023

14 Leygardagur 29. apríl 2023

Nýggj javnstøðunevnd sett

Bjørk Maria Kunoy verður forkvinna hetta løgtingsskeiðið

Landsstýriskvinnan saman við nýggju javnstøðunevndini. Frá vinstru Gunnhild Persson, Pætur Zachariasson, Bjørk Maria Kunoy, Sirið Stenberg, Jórun Gardar og Jógvan Philbrow (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Javnstøðunevndin, sum skal veljast av nýggjum eftir hvørt løgtingsval, er nú sett. Tað verður Bjørk Maria Kunoy, sum verður forkvinna og skal standa á odda fyri nevndini.

Á fundi mikudagin bjóðaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við javnstøðumálum, nýggju nevndini vælkomnari og takkaði samstundis fráfarandi nevndini fyri hennara arbeiði.

Landsstýriskvinnan vísti í hesum sambandi á tann serliga leiklutin, sum Javnstøðunevndin hevur at varpa ljós á javnstøðumál og at gera vart við avbjóðingarnar á økinum.  

Í nývaldu javnstøðunevndini eru: Bjørk Maria Kunoy, forkvinna, umboðandi Føroya landsstýri, Jógvan Philbrow, umboðandi løntakarar, Jórun Gardar, umboðandi arbeiðsgevarar, Pætur Zachariasson, umboðandi skúla-, heilsu- og almannaverk, og Gunnhild Persson, umboðandi Kvinnufelagssamskipan Føroya

Varaumboð eru: Niels Uni Dam, næstformaður, umboðandi Føroya landsstýri, Mary Antonsdóttir, varaumboð vegna løntakarar, Marius Thomassen, varaumboð vegna arbeiðsgevarar, Gunvá Magnussen, varaumboð vegna skúla-, heilsu- og almannaverk, Elin Holm, varaumboð vegna Kvinnufelagssamskipan Føroya

Tað er landsstýrisfólkið við javnstøðumálum, ið setir Javnstøðunevndina við tilmæli frá arbeiðsgevarum, løntakarum, skúla-, heilsu- og almannaverki og Kvinnufelagasamskipan Føroya.

Javnstøðunevndin skal m.a. hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin, vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og gera tilmæli í javnstøðumálum. Afturat hesum er Javnstøðunevndin kærumyndugleiki, og hevur sum uppgávu at viðgera kærur frá fólki, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn.

Javnstøðuskrivstovan, sum er felags skrivstova hjá Javnstøðunevndini og Demokratia, hevur síðan 2022 havt fulltíðarsettan akademiskan samskipara, Brand Mortensen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2023

15 Leygardagur 29. apríl 2023

Bátur verður smíðaður í Steigartúni í Sandavági

Terji R. Jakobsen, bátasmiður í Kollafirði, fer at smíða bátin. Ætlanin er, at fólk skulu síggja, hvussu bátur varð smíðaður

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Umleið frá 1. juli til 15. september 2023 verður bátur smíðaður á Steig í Sandavági. Tó verður steðgur í viku 30, um ólavsøkumundi.

Smíðað verður á fløtuni millum húsini hjá Hergeiri Christiansen og húsini hjá Sandavágs Bygdarsavnið/Suðuroyar-Dánjal. Har plagdi Einar Hentze, bátasmiður, at smíða bátar.

Tað verður “opið” mánadagar og fríggjadagar frá kl. 14 til 16, har møguligt er at fáa frágreiðing frá bátasmiðinum. Aðrar dagar er eisini møguligt at hyggja at ímeðan hann arbeiðir, men tá skal ikki roknast við at fáa frágreiðing.

Plakatir við kunningartilfari um bát og bátasmíð vera settar upp og bóklingur við sama kunningartilfari á føroyskum, donskum og enskum, verður at fáa til keyps. Ætlanin er, at fólk skulu síggja, hvussu bátur varð smíðaður. T. d. bygdarfólkið, fólk í oynni, skúlaflokkar, ferðafólk, og annars øll, sum hava áhuga.

Bátasmíð er gamalt føroyskt handverk og gomul mentan, sum vit eiga at varðveita. Báturin hevði og hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Hann varð mest nýttur til útróður, eisini varð hann nýttur til grindarakstur og grindadráp, nótakast, kópaveiðu og fuglaveiðu, at føra fólk, torv, seyð og hoyggj, at fiska gággur og annað.

Terji R. Jakobsen, bátasmiður í Kollafirði, fer at smíða bátin. Hann er dugnaligur bátasmiður, hevur smíðað 50 bátar. Greitt verður frá, meðan smíðað verður, so at fólk fáa at vita, hvussu bátur verður smíðaður.

Sandavágs Bygdarsavn/Sandavágs Fornminnafelag skipar fyri verkætlanini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2023

16 Leygardagur 29. apríl 2023

Hava kannað hvat føroyingar halda um javnstøðu

Fróðskaparsetrið og Lóður hava gjørt kanningina fyri Almanna- og mentamálaráðið, Javnstøðunevndina og Demokratia, og 2. mai verður úrslitið lagt fram í Kongshøll

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

2. mai verður almenn framløga av úrslitinum av nýggjari kanning um javnstøðu, sum Fróðskaparsetrið og Lóður hava gjørt fyri Almanna- og mentamálaráðið, Javnstøðunevndina og Demokratia í sambandi við innsavnan av vitan og hagtølum um javnstøðu í Føroyum.

Talan er um eina hugburðs- og atburðarkanning um javnstøðu í føroyska samfelagnum, sum Erika Anne Hayfield, Herit Albinus og Heini í Skorini, granskarar á Søgu- og samfelagsdeildini, hava gjørt.

Úrslitini verða løgd fram í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn týsdagin 2. mai klokkan 14.

– Vit vita sera lítið um, hvussu føroyingar sum heild fata og uppliva javnstøðu ella vantandi javnstøðu, sum m.a. er fortreyt fyri at kunna fremja javnstøðu sum heild, um tað er eitt endamál. Harumframt eru hagtølini viðkomandi, so vit kunnu samanbera Føroyar við onnur lond, skriva granskararnir m.a. í frágreiðingini, sum varpar nýtt ljós á javnstøðumál í Føroyum.

Millum 700 og 800 føroyingar hava svarað kanningini. Hon er eisini umboðandi, tá talan er kyn, bústað og aldur, og kanningin er tí álítandi og kann siga, hvør hugburður valdar í javnstøðu- og javnrættindarspurningum í Føroyum. Kanningin er gjørd soleiðis, at hon kann endurtakast, umframt samanberast við áður gjørdar kanningar og harvið lýsa støðuna, sum var, og sum kemur.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, sigur í tíðindaskrivi, at kanningin gevur landsstýrinum eina greiðari fatan av støðuni og harvið góðar fortreytir, tá javnstøðupolitiskar ætlanir og raðfestingar skulu gerast. Eisini er neyðugt, at vit hava slíka vitan at bera fram í tí samstarvi, sum vit hava uttanlands, m.a. í norðurlendskum høpi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2023

17
Leygardagur 29. apríl 2023

Bara 15 vita vita, hvussu nógv russisk skip kunnu fiska í Føroyum

Nýggja spyrkanningin hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi vísir, at hóast nakað av almennum kjaki um evnið, so er vitanin um fiskiveiðuavtaluna við Russland lítil millum føroyingar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað eru bara góð 15 prosent av føroyingum, sum sambært nýggjari spyrkanning, vita, hvussu nógv russisk skip hava loyvi at fiska undir Føroyum. Og góð 65 prosent siga seg ikki vita, hvussu nógv tons hesi skipini hava loyvi at fiska.

Nýggja spyrkanningin hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi vísir, at hóast nakað av almennum kjaki um evnið, so er vitanin um fiskiveiðuavtaluna við Russland lítil millum føroyingar.

Kanningin vísir eisini, at meira enn helvtin siga seg ikki vita talið á føroyskum skipum, sum hava loyvi at fiska í russiskum sjógvi. Og heili 64 prosent siga seg ikki vita, hvussu nógv tons føroysku skipini hava rætt at fiska.

[object Object]

Seinastu góðu 10 árini hava russar annars havt loyvi at fiska í miðal áleið 100.000 tons av uppsjóvarfiski (serliga svartkjafti) í føroyskum sjógvi, meðan føroyingar í miðal hava havt rætt at fiska áleið millum 10.000 og 20.000 tons av botnfiski og rækjum í russiskum øki. Okkurt árið hevur russiska veiðan í føroyskum sjógvi tó verið heilt upp í 200.000 tons.

Nakað av óvissu er sjálvandi knýtt at kanningini, sum verður almannakunngjørd á stórum tiltaki um fiskiveiðuavtaluna við Russland í Løkshøll, 2. mai kl. 15.15.

Á tiltakinum verða eisini útrokningar lagdar fram, sum geva eitt boð uppá, hvørt avtalan gevur undirskot ella yvirskot. Harumframt verður politiskt kjak millum Una Holm Johannesen og Beinir Johannesen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2023

18 Leygardagur 29. apríl 2023

Býráðshúsið í Klaksvík skal umvælast

Stórar avbjóðingar hava verið við milum annað lekum. Samlaði kostnaðurin fer at liggja upp ímóti sjey milliónum

Býráðsbygningurin er frá 1974 og krevur ábøtur. Tvær milliónir eru settar av í ár
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Klaksvíkar býráð hevur nú samtykt at fara í gongd við at umvæla og nútímansgera býráðshúsið. Á fíggjarætlanini fyri í ár eru tvær milliónir krónir játtaða til endamálið.

Stórar avbjóðingar hava verið við taklekum og lekum á suðursíðuni, tí er neyðugt at umvæla og forða fyri, at bygningurin ferst enn meira. Býráðsbygningurin er gamal. Hann er bygdur í 1974 og hevur havt tørv á ábøtum í fleiri ár.

- Tað er í tøkum tíma, at vit nú fara í holt við at fremja neyðugar umvælingar av okkara býráðshúsi. Um gongst sum ætlað, hava vit um eini tvey ár eitt býráðshús, sum er tingarligt og vakurt, og eisini eru vit trúgv ímóti upprunasniði. Við hesi umvæling verður býráðshúsið nútímansgjørt og ein bygningur, sum borgarar í Klaksvíkar kommunu kunnu vera stoltir av, sigur sigur Karl H. Johansen, borgarstjóri, um ætlanina.

Verkætlanin at umvæla og gera nýggja fasadu er býtt í trý stig. Í ár verður takið skift. Síðan verður suðursíðan gjørd og nýggjur klædning gjørdur um allan bygningin, skrivar Klaksvíkar kommunu á heimasíðu sínari.

Avgjørt er at arbeiða við uppskoti, sum leggur upp til, at ein er trúgvur ímóti verandi arkitektoniska stíli, ið bygningurin hevur í dag. Tað merkir, at felt og linjur verða varðveittar, og at bygningurin verður klæddur við snøggum aluminiumsplátum.

Á byráðsfundi hóskvøldið samtykti býráðið at tekjan verður skift í ár innan fyri játtanina á tvær millónir krónur, og at raðfesta játtan til umvælingararbeiði fyri komandi fíggjarár 2024. Verkætlanin er mett at kosta tilsamans 6,7 milliónir krónur. 

[object Object]Tekning av nýggja bygninginum (Mynd: Klaksvik.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2023

19 Leygardagur 29. apríl 2023

14 milliónir betri enn væntað í Nes kommunu

Inntøkurnar vóru hægri enn roknað varð við, og tí bleiv hallið til eitt avlop

(Savnsmynd: Simon Nordendal)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2022 varð samtyktur mánadagin. Hann vísti eitt úrslit 14,2 milliónir betri enn roknað varð við.

Sambært fíggjarætlanini fyri 2022 varð roknað við einum halli eftir íløgur á 12,2 milliónir krónur, staðfest varð eitt yvirskot á 2,0 milliónir, t.v.s. 14,2 milliónir krónur betri úrslit enn roknað varð við.

Nettoskattainntøkan hjá kommununi í 2022, eftir frádrátt av rentustuðli, var 73,2 milliónir krónur, sum er 4,1 milliónir hægri enn í 2021. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2021 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 67,7 milliónir krónur. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2022 5,5 milliónir betri enn mett.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2022 vóru 57,5 milliónir krónur, ið er 2,7 milliónir meira enn í 2021. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2022 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu  á 59,3 milliónir krónur. Sostatt vórðu samlaðu útreiðslurnar í 2022 1,8 milliónir minni enn mett í fíggjarætlanini.

Rakstraravlopið í 2022 var 15,6 milliónir krónur, í javnaðu fíggjarætlanini varð roknað við einum avlopi uppá 8,4 milliónir. Rakstraravlopið varð sostatt 7,2 milliónir krónur betri enn mett.

Samlaðu nettoíløgurnar í 2022 vóru 13,7 milliónir krónur. Í javnaðu fíggjarætlanini varð roknað við einari nettoíløgu á 20,6 milliónir. Íløgurnar í 2022 vóru sostatt 6,9 milliónir minni enn mett í fíggjarætlanini. Størsti parturin av íløgunum, ið ikki vóru nýttar í 2022, verða fluttar til 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2023

20 Leygardagur 29. apríl 2023

Bowlinghøllin í Havn latið aftur

Felagið, sum eigur Bowlinghøllina á Hálsi er farið í sjálvbodna likvidatión

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er ikki longur møguligt at spæla bovling í Havn. Vil ein royna seg í hesum spælinum, so er Leirvík einasta stað í landinum, har møguleiki er at bovla.

Útvarpsstøðin FM1 visti fyrst í vikuni at siga, at Bowlinghøllin á Hálsi í Havn ikki hevur verið opin síðan farna hósdag, tí felagið, sum rekur høllina fór í sjálvbodna likvidatión fríggjadagin.

Tað upplýsir annar av eigarunum, Bjarni Kyster, fyri útvarpsstøðini.

Hann ynskir ikki at upplýsa orsøkina til at høllin letur aftur, men sambært seinasta roknskapinum hjá Bowlinghøllini á Hálsi, var eginkapitalurin í minus við 1,3 milliónum krónum. Møguleikin er enn fyri, at virksemið í høllini kann koyra víðari við øðrum eigarum, veit FM1 at siga. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2023

21 Leygardagur 29. apríl 2023

Whisky úr Klaksvík fær góð skotsmál

Gull til gyltu droparnir frá Einar's Whisky nr. 12

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fimta útgávan av fuglarøðini frá Einar's Distillery fær góð skotsmál í The Whisky Bible. So góð, at útgávan hevur fingið gull heiðursmerki.

Ein whisky ummæli sigur tað vera "flótandi Gull" ella "Liquid Gold".

Útgávan hevur fingið heitið Ternan, og er altso fimta útgávan í fuglarøðini frá Einar's Distillery.

Flytifuglurin Ternan (Sterna Pardisaea) flýgur nógvar kilometrar til Føroya at reiðrast nú í mai.

Hendan serliga útgávan fær skotsmálið  94.5/100. Frá Einar´s Distillery verður sagt, at tað er ein stórur heiður, at fáa gullheiðursmerki í "The Whisky Bible".

Smakkurin av hesi Ternuni sum er 55 prosent styrki er várkendur, við einum farra av tropiskum fruktum, vanilju og nógvum maltsøtleika.

Føtini til hesa útgávuna eru serlig. Eitt ljóst bourbon- og tvey myrk Oloroso sherry føt. Føtini eru vald við nærlagni og við íblástri frá litinum á Ternuni.

Ternan verður til keyps í avmarkaðari nøgd í mai, sigur Einar's Distillery.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2023

22
Leygardagur 29. apríl 2023

Nítjan satsir í Oyndarfirði

-

 
SkrivaÐ:

Orð & Myndir: Birgir Kruse / birkblog.blogspot.com

Meðan vit spakuliga varnast ein farra av summari og gróðuri, og tí fara at hugsa um summarferiu burturi í øðrum londum, bjóðar Runavíkar kommuna til heimliga Mentanarviku og eina røð av upplivingum, sum eru beint fyri í okkara egna landi. Tilsamans 130 í øllum teim fimtan bygdunum, sigur Urd, sum samskipar.

Ein av upplivingunum, sum eg vil viðmæla, er í Oyndarfirði, har tey ikki bara hava sjáldsama Eckersbergmálningin frá 1839 í kirkjuni, men eisini einastandandi Víkhúsini frá 1856, har Niclas Joensen, Linda Klein og Oddbjørg Joensen bjóða Heimablídni í húsunum, sum var tað eitt tónleikaverk, borið fram í nítjan satsum, gjøgnumkomponerað og útsett fyri krýddað ljóðføri, soleiðis at perforerandi poetiska heitið hjá Jóanesi Nielsen Tapet millum øldir stendur upplivingarliga klárt fyri mær, nú dekkað er upp.

[object Object]

Í dag er kalt, kavi er í fjøllunum, og niðri á vegnum møti eg einum oyndfirðingi, sum eg sigi frá um ørindini. Tá vit skiljast, skimast hann uppá luftina og sigur reflekterandi, at tá tú í dag fert inn í Víkhúsini, er kanska vert at hugsa um, hvussu stór húsini hava verið millum kroysurnar í Oyndarfirði tá. Húsini eru imponerandi stór ídag og smæðast ikki burtur millum nútíðar glæstriborgir, heldur hann fyri.

[object Object]

- Tað, sum vit bjóða, er ein uppliving í hesum serstaka húsi og heimi; at koma aftur í søguna og uppliva, hvussu handilsmaðurin livdi miðskeiðis í 1800-talinum, og eta døgurða í hansara heimi. Víkhúsini eru ein einastandandi og ørðvísi møguleiki, vilt tú uppliva nakað serstakt og forkunnugt, siga Niclas, Linda og Oddbjørg, sum í vikuni hava verið á skeið um staðbundna ferðvinnu og hvussu bygdafólkið fatar og ynskir hesa vinnu.

[object Object]

[object Object]

Víkúsini standa sum tá tey komu úr Danmark til Oyndarfjarðar sum byggisett, talmerkt og klár at seta á grundina eins og Stokkastovan í Kirkjubø. 

[object Object]

Vit byrja í kjallaranum við gamla eldstaðin hjá arbeiðsfólkinum, har Oddbjørg sigur frá um oldurabban, Klæmint Høgnesen úr Stórustovu í Oyndarfirði, sum hevði lært í Kongaliga Einahandlinum í Klaksvík, og bygdi húsini, tá Einahandilin varð lagdur niður, og tubbakshandlarin Jørgen Bech tók yvir har norðuri. Hetta bleiv fyrsti úthandil og samstundis størsta miðstøð í Eysturoynni, har fremstu vørur vóru klippfiskur og bundnavørur. Næsti granni er Norðhavið.    

[object Object]

Fyrstu tríggjar av íalt nítjan rættum fáa vit í kjallaranum. Spritubitar við turrum fiski, spiki og epli og OY øl, turt tvøst, spik og epli og ein donsk ale og so ræstan fisk í eini munnrættari skeið við garnatálg omanyvir og eini belgiskari Duvel øl afturvið. Serliga væl parað er henda triðja og seinasta servering í kjallaranum.

[object Object]

So fara vit upp trappurnar og heilt uppá loft at fáa skerpikjøt av Slættaratindi og Gulden draak øl afturvið. Fimta servering er ræst kjøt og súpan í skeiðina og sama øl, sum í áðni. So kemur mest óvæntaði smakkur, sum er blóðpylsa við rosinu men uttan tálg í heitum gløggi. Stuttligt at smakka og heilt vist ein slagari á jólum.

[object Object]

So er borðreitt við stóra borið í stovuni niðri undir, deilt borð, sum tey siga, har tíggju fólk sita saman. Chef’s Table og Social Dining, sum sagt verður umborð á ferðamannaskipunum, sum koma til grannabygdirnar og varisliga seta fólk í land í smáum bátum. 

Vit tosa um fólkatalið í bygdini í dag og tann veruleika, at her eru trý børn í skúlanum og seks í barnagarðinum.

Innan vit opna fyrsta rættin við stovuborðið, finna vit gamlar svart hvítar myndir, sum danska Frilandsmuseet hevur tikið í Oyndarfirði og av Víkhúsunum í 1959.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Fyrsti rættur við borðið er ein stuttligur gimmick við dós at lata upp og við mynd av Víkhúsunum omaná, sum eisini síggjast á borðinum, Víkhúsini, við salti og pipari í. Vígdis, dóttir Niclas og Oddbjørg, hevur gjørt, glaserað og brent tey eins og allar borðiskarnar, vit eta av. Í dósini er kalvasalat við eggi og rækju, og framúr vælsmakkandi sitrónsmøri til snerkta breyðið. Afturvið er Chardonnay vín. Áttandi rættur er kókaður fiskur við leyki í tartelett líknandi keks.

[object Object]

Níggjundi rættur er bakaður toskur við rugbreyði og sinnopskornum omaná, hunangsglaserað reyðrót, beykon, persillu og sós við eggi og Pinot Grigio víni afturvið. Spennandi at fáa so góðan fisk upp móti avmáldum sinnoppi. Framúr.

[object Object]

Við tíggjunda rætti kemur reyðvín á borðið, cabernet sauvignon úr Kili. Rætturin er tvey stokt lør av havhesti við blómkáls- og gularótamosi. Til rættin fáa vit bláan felliknív, skeribretti og lappa úr frotté at turka sær um fingrarnar við. Snøgt, uppfinnsamt og vælsmakkandi. Vit blaða upp í bókini hjá Freydis, sum tey siga her um leiðir, og skifta orð um megnarkvinnuna Henriettu, sum arbeiddi í Messen, og fekk medalju frá kongi, og stóru familjuna Olsen, til dømis Jákup, sum varð kallaður Zahle og var næsti vinur William Heinesens. Tey búðu eisini her, listaligu Olsen fólkini.

[object Object]

Ellinti rættur er mild havhestabringa við waldorfsalati, gularótum, hunangi, putursukuri, fleski og eksotiksum sósum við kaliforniskum Zinfandel afturvið. Ein sjáldsom útferð við eini røð av mildum smakkum, har sjálvur havhesturin er stak mildur og uttan eyðkenda sjófeita smakkin, sum fær hann at nærkast svartfugli.

[object Object]

So koma fýra dessertrættir á vøkrum borðiski, ið Vígdis hevur gjørt. Matgerðin vitnar aftur um framúr handverk, sum nøktar allar sansir, nú døgurðin nærkast endanum. Nítjandi rættur er góðaráð við kaffi og konjakk í stovuni, har filmstólini, skrivimaskinan og fonografurin hjá Juliusi standa frammi eins og koyrikortini hjá honum og konuni, Elise. Sum sæst niðast, er í nýggju Trap bókini um Føroyar ein  kapitil um film í Føroyum, har Julius Høgnesen, og útgerðin, sum sæst í Víkhúsunum, verður nevndur.

[object Object]

[object Object]

Mentanarídnið í Runavíkar kommunu, sum onkuntíð kann tykjast mest sum ov, tykist longu langt síðan at hava yvirhálað høvuðsstaðin í spesifikkum málsøkni, sum altíð er borgaranum at frama. 

Í størstu av teim mongu búeindunum, Saltangará, er fólkavøksturin 4,1% meðan Havnin í besta føri otar seg upp á 0,9% , og borgarin í Kollafirði, har vísitalið er -2,5%, sigur seg yvirhøvur ikki verða tiknan í álvara. Tað gera vit, sigur borgarstjórin, og velur niðureftirstrembandi at sitera skemtisangin hjá Jóhan úr Kollafirið, at í longstu bygd í Føroyum er ikki so galið.

Hóast støddarmunin er høvuðsstaðurin í mínum optikki heilt greitt dragnaður langt afturúr, serliga á mentanarøkinum, seinastu drúgvu tíðina, ikki minst tí, at kommunali høvuðsstaðarmyndugleikin hevur kent seg kallaðan at byggja nakað so óproduktivt løgið sum marglætishavnir til partybátar at javna í, í staðin fyri at byggja eitt funktionelt virkis- og mentanarhús til javna medborgaran mitt í kommununi. 

Teimum til áminningar er inni í hesi hugtakandi kommunu eitt fleirfunktionelt mentanarhús, Løkshøll, ja eisini aðrir bygningar, sum á kommununar hondum eru greið mentanarhús, so sum Gula Smiðja.

Hartil er kumpassmagnetin so sterk herinni, at virknasta havnarskald í okkara tíð, Jóanes Nielsen, frávelur keikantin hjá lossingarmonnum har suðri í Havn, og heldur sjeyti ára føðingardag í Løkshøll, og løgtingsformaðurin, Bjørt Samuelsen, fer at halda flaggdagsrøðuna herinni, eftir at borgarstjórin sjálvur hevur hildið eina framskundaða flaggdagsrøðu. 

Hóast tað blívur eitt sindur maniskt, ert tú sum sligin á nevið av tí víðsýni, sum breiðir seg frá borgarstjóranum og allan vegin niður til bilettsøluapparatið, hóast kommunan ikki er annað enn ein langur álur av tannleysum bebyggilsi, hvør við sínum partsnavni, uttan nakran líkinda savningarstað til býarlív. 

Kortini er her inni javnt og samt eitt útvent bókasavnsvirksemi hjá Oyvør, skrivikappingar og skriviskeið á sama stað, og pallborðskjak um mál og miðlar, og bráddliga poppar upp ein søguligur heimildarfilmur úr Rituvík, sum kommunan og Dánjal Højgaard hava loftað og sett á skrá, og Bogi Krossteig, sum vísir enn ein heimildarfilm, ið er um kavingina niður á 70 favna dýpi at síggja russiska trolaran Olshana, sum sakk við Flesjarnar í 2007. Slíkt, sum tú bara kanst droyma um í kulturdoyvdu Havnini, og tó er so beint í grannalagnum, at eg langtandi kann síggja økið úr køksvindeyganum. 

Týsdagin verður orðaskifti í Løkshøll um samstarvið við russar, har spurt verður, um vit nú skulu steingja havnirnar og siga Exit Russland.

Men her suðuri í líkasæluni er Havnará blivin syntetisk, og hevur nú í langa tíð lagt miðbyin lamnan inni í eini gamalkommunistiskari Potemkinkulissu úr dekadentu millumkrígstíðini mitt í okkara nútíðarhøvuðsstaði, sum í fleiri húsahæddum úti á havnalagnum hevur tikið yvir allar runavíksrussararnar og teirra lurtiútgerð frá kalda krígnum, og lagt seg í novaja Murmansk har úti við Nyhavn. Til í gjár, tá allir hvurvu.

Ikki tí at journalistiska próvbyrðan er lyft, men pástandurin um spiónvirksemi er lagdur á blik í Kringvarpinum og øllum teim norðurlendsku public service støðunum, hóast Tyrlabrøðurnir mæla Hinvegin, og tvíhalda um, at veruligi vandin kemur úr vesturi. Í dag er eingin russari at síggja í Havn, ein er í Runavík og ein er á veg inn á Fuglafjørð. Kanska er tað Nato venjingin, sum er orsøkin, nú eingin smoking gun kom fram í norðurlendsku kaldakrígsmiðlunum.

Hóast vit greitt halda við Ukraina undir russisku aggressiónini, tí eitt kúgað fólk hevur altíð rætt, undrar støðan í høvuðsstaðnum amerikansku fotografarnar, sum fyrradagin komu higar á fotoskeið, meðan teir eygleiða Melkart, tá hann fer av bedingini eftir umvæling á skipasmiðjuni Mest. Vit sláa okkum til tols við sanginum hjá Sting um Russians, sum helst eisini elska síni børn. Plátuskaldskapur er okkara álit og tulkingarfelagsskapur heldur enn kampanjujournalistikkur.

Og meðan vit enn eru omaná, heldur kommunala kappingin fram, onkuntíð til okkara fyrimun, sum búgva í høvuðsstaðnum.

Nú ætlar fyrrverandi býráðslimurin, Bogi, at leggja Tobba og allan laksaídnaðin á Skálafjørðinum afturum seg við einum brandnýggjum laksatorgi undir Bryggjubakka hin 20. mai, tá tíggju kokkar fara at servera ókeypis Bryggjulaks frá tveimum gøtumonnum, Hiddenfjord og MOWI, í tíggju ymsum samansetingum. 

Kanska fer Tórshavnar havn tá at bjóða bortsj og blinis við lúnningarnar.

Men nítjan borðreiðingar eftir einari setu, sum í Víkhúsunum í Oyndarfirði í dag, tað klárar Havnin neyvan.

Summarkappingin millum kommunurnar er byrjað. Og tað er bara gott. Smyrst, so livst. 

Døgurði verður aftur í Víkhúsunum flaggdagin og Afternoon tea er leygardagin 29. og sunnudagin 30. apríl. 

Manga takk, Oyndarfjørður!

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2023

23 Leygardagur 29. apríl 2023

- Fáið trøllini út í sólina

Ben Arabo hevur júst latið út eitt stuttsøgusavn. Jan Müller hevur tosað við rithøvundan um bókina, og serliga um staturin skal hava møguleika fyri at avmarka talu- og framsøgufrælsið hjá borgarunum - ein søga í savninum snýr seg um tað

Ben Arabo við fyrstu bók síni, stuttsøgusavnið "Tíðarhylkið", við 11 søgum. Sprotin gevur út (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

- Vit høvdu blasfemilógir í gomlum døgum, og tað tók fleiri hundrað ár at sleppa av við tær. Nú byrja vit at gera nýggjar blasfemilógir, og problemið við tí er, at tað fer at vera ein glíðibreyt til tað, at man kemur at avmarka talufrælsi meira enn gott er. Ein almennur stovnur, sum skal sleppa at avgera, hvat fólk skulu siga og hugsa er tann vissi vegurin til totalitarismu.

Hesi orðini eigur Ben Arabo, sum júst hevur givið út stuttsøgusavn. Portalurin hitti Ben nú um dagarnar fyri at umrøða hansara fyrstu bók, sum er útkomin á forlagnum Sprotanum. 

[object Object]

- Hvussu ber tað til, at tú er farin at skriva stuttsøgur?

- Mær hevur altíð dámað væl at skriva, og eg havi altíð skrivað nógv í øðrum sambandi, til húsbrúk, røður o.a. Undir korona fór eg í kvøldskúla í kreativari skriving hjá Jákup Boga Joensen, og tað gav mær eitt lítið sindur av blóð upp á tonnina. Og so var ein stuttsøgukapping í Runavík í 2021, har eg lat eina søgu inn, og hon fekk nokk so góða móttøku, og so lovaði eg konuni eftir nýggjár í fjør, at eg skuldi skriva eina stuttsøgu um mánaðin í 2022. Tað kláraði eg so ikki heilt, men skrivaði 10 frá januar til januar. Hetta er so úrslitið av tí.

- Kann man siga, at hetta er byrjanin til nakað meira?

- Tað veit eg ikki. Hetta er jú nakað eg geri, tá eg ikki takist við nakað annað. Men mær dámar væl at skriva, og tað kann gott vera, at eg fari at skriva nakað meira.

- Eina skaldsøgu?

- Nei, ikki beint nú í hvussu so er. Tað havi eg ikki tíð til við tí arbeiði eg havi, og so kemur tað eisini ann uppá, hvussu hetta verður móttikið. Tað hevði verið stuttligt, um onkur tímdi at lesa hetta stuttsøgusavnið. So fáa vit at síggja.


Stuttsøgusavnið hjá Ben Arabo, sum forlagið Sprotin gevur út, varð fyrstu ferð umrøtt á Reinsaríinum í Havn  fyri viku síðani. Tá tosaði Sámal Soll við rithøvundan á tiltakinum "Orð og tónar". Aftaná tað tosaði Kinna Poulsen við Tórodd Poulsen um eitt nýtt yrkingasavn.

- Tú hevur valt at geva bókini heitið “Tíðarhylkið”. Hvat vil tú við tí?

- Tað er ein søga, sum ber tað heitið, og hon leggur so navn til savnið.

Um søgurnar kann man siga, at tær eru kanska eitt sindur daprar og kanska skemtiligar í støðum. Tær snúgva seg so um so um antihetjur tvs. persónar, sum ikki uppføra seg  júst sum okkara ideal eru.

- Kann man siga, at søgurnar lýsa nokk so væl persónin Ben Arabo, ella tað hann stendur fyri?

- Nei, men tær lýsa nokk nakað av tí eg havi lisið gjøgnum árini, og hvørji áhugamál eg havi, og hvat slag av skemti mær dámar. Eg havi lisið nógv, og ferðast jørðina runt bókstaviliga sæð. Eg havi so sjálvandi nakrar rithøvundar, sum mær dámar væl. Eg havi kanska fingið íblástur frá onkrum teirra.

- Kanst tú siga nakað um boðskapin í hesum savninum?

- Nei, men tað er m.a. at sanna orðini hjá kenda Piet Hein um, at tann, sum tekur álvara bara fyri álvara og skemt bara fyri skemt, hevur skilt líka lítið av báðum. Vónandi eru søgurnar undirhaldandi, men vónandi er eisini okkurt, sum átti at fingið onkran at hugsa um hetta rákið við, at tað eru tey, sum hava ein sera stramman holdning til haturstalu og cancelkulturin. Tað síggi eg sum ein sera stóran vanda. Onkur søga handlar so um tað.

[object Object]

- Skal tað skiljast sum um, at tú er fyri haturstalu?

- Tað er nevniliga soleiðis sum tú ikki skal seta tað upp. Vit hava sum útgangsstøði talufrælsi. Tær avmarkingar, sum eru í dag fyri talufrælsi, snúgva seg um ærumeiðing og hóttanir. Men út yvir tað hevur tú talufrælsi.

Ben Arabo heldur sjálvur, at vit kunnu ikki hava ein almennan instans, sum bestemmar, hvat tú kann sleppa at siga og ikki og hvør skal sleppa undan at vera fornermaður.

- Vit høvdu blasfemilógir í gomlum døgum, og tað tók fleiri hundrað ár at sleppa av við tær. Nú byrja vit at gera nýggjar blasfemilógir, og problemið við tí er, at tað fer at vera ein glíðibreyt til tað, at man kemur at avmarka talufrælsi meira enn gott er. Ein almennur stovnur, sum skal sleppa at avgera, hvat fólk skulu siga og hugsa, er tann vissi vegurin til totalitarismu.

- Um vit taka kanska eitt tað besta ella feskasta dømið um í nýggjari tíð at skerja talufrælsi, so var tað helst avgerðin hjá Twitter at nokta fyrrverandi amerikanska forsetanum Donald Trump at skriva aftur á Twitter m.a. orsakað av hansara møguliga leikluti í álopinum á Kongressina og pástandinum um, at svikað varð við valúrslitinum. Hvat hugsar tú um tað?

- Tað hendi samstundis sum Taliban hevði eina Twitter konto. Tað er kanska uppaftur verri, at ein privatur instansur byrjar at sensurera holdningar og meiningar, enn um tað er ein almennur stovnur. Tað er sum norðmenn siga: man skal fáa trøllini út í sólina.

Tað er ikki ólógligt at hava ósympatisk sjónarmið, og tú kanst ikki fara og lóggeva um, hvat fólk skulu hugsa millum oyruni. Tað er tann vissi vegurin til totalitarismu og til at sanna allar konspiratiónirteoretikarar í heiminum, um  tað almenna skal sleppa at definera, hvat fólk skulu sleppa at siga og halda.

- Heldur tú tá at tað var skeivt av Twitter at nokta Trump at vera á Twitter eftir hansara mongu konspiratiónsteoriir.

- Persónliga haldi eg tað, tí tá ger tú hann til ein martyr og hansara svar vil vera: "Hvat segði eg. Kanska enntá “Deep State” er eftir mær." So er tað eisini tað, at tú skal ikki verja einstaklingar ímóti at vera fornermaðar. Fólk kunnu hava øgiliga ósympatisk sjónarmið, men tú kann sjálvur velja, um tú lurtar eftir teimum, lesur bøkur tey skriva osfr. Hitt verður bara smælri og smælri, um lægsti felagsnevnari skal avgera, hvat sigast kann og ikki. Tað eru ting vit halda eru góð, fín og kunnu góðtakast í dag. Um 100 ár fer man at spyrja: hildu tey veruliga tað tá? Tað er væl eingin, sum er so naivur at halda, at vit hava uppskriftina uppá ta góðu menniskjaligheitina júst her og nú.

[object Object]

Ben Arabo vísir í hesum sambandi eisini til rithøvundan Salman Rushdie, sum fekk harðasta dómin í muslimska heiminum fyri at siga sína hugsan um muslimsku trúðarlæruna.

- Hann er ein martyrur fyri talufrælsi. Har er tað átrúnaður og blasfemilógir hann ger seg inn á. Nógv av hesum trýstinum móti haturstalu er í veruleikanum í tráð við haturstalulógir.

Hugsa tær, at man vil drepa onkran persón bara fyri tað hann hevur fest á blað. Eg búði í Djakarta í eitt ár. Indonesia er fólkaríkasta muslimska land í heiminum, og har fór eg inn í ein bókhandil og keypti tey Satanisku Ørindini hjá Salman Rushdie. Ta bókina fær tú neyvan í einum bókhandli í Malmø í dag.

- Hvat kann tú so siga um hasa stuttsøguna um haturstalu?

- Hon er eitt sindur ironisk, karikerað og yvirdrivin. Søgan snýr eg um ein mann, sum fortelur eina rasistiska søgu heima hjá sær sjálvum, og so koma myndugleikarnir eftir honum.

Skal tú sleppa at siga ting heima hjá tær sjálvum uttan, at myndugleikarnir skulu koma og lóggeva? Skal man hava krav uppá at verða vardur móti ræðuligum sjónarmiðum? Skal tað verða forboðið hjá tær inni hjá tær sjálvum at siga tað, tú hevur hug til? Sjálvandi skal tað ikki tað.

Vit hava injuriir, og vit hava hóttanir. Sjálvandi skal tað vera ólógligt. Men har er markið. Tað skal ikki verða loyvt at forða tær fyri at hava ósympatisk sjónarmið. Td. at siga, at kinesarar eru býttir. Tú kann ikki gera tað ólógligt at siga so. Skal tað vera ólógligt at vera stalinistur ella nazistur? Kanst tú lóggeva ímóti forferdiligum sjónarmiðum? Tað eru fólk úti í samfelagnum, sum halda, at demokratiiðið ikki er gott. Skal tað vera ólógligt at halda tað? Vit kunnu halda, at tað er tápuligt. Tað er eisini tí tú skal hava debatt um tingini og fáa trøllini út í sólina.  Einki bekreftar ein konspirationsteoretikara meira enn, um staturin kemur eftir honum.

Og so er tað nakað annað. Scientology læruna halda mong vera eina láturliga religión. Tað særir uttan iva onkran lim hjá teimum. Skal eg kunna siga tað? Ja, sjálvandi skal eg tað, hóast mær ikki nýtist at siga tað. Ella at kristindómurin ella islam eru tápulig. Sjálvandi skal man hava loyvi at siga tað.

Eg hugsi altíð um orðini, sum hava verið tilskrivað Voltaire: ”Eg forakti tað tú sigur, men eg vil til mín doyggjandi dag verja rættin hjá tær at siga tað.”

Ben sjálvur heldur nógvar av søgunum snúgva seg um antihetjur. Hann roynir at pilka við hetjusøgurnar vit hava.

- Vit eru von við, at alt endar gott, men  tað eru ikki altíð tey góðu, sum skriva søguna, og tað er ikki altíð tey góðu vinna. Tann, sum yvirlivur, sleppur at bestemma søguna. Tað segði man altíð fyrr, at tað eru vinnararnir, sum skriva søguna og ikki neyðturviliga tey sannføru.

Vónandi gevur onkur av søgunum okkurt gott stoff til eftirtanka sum at pilka við ideal. Eg royni at vera óhátíðarligur og ikki ov háfloygdur.

[object Object]

- Til endans Ben, hvat dámar tær best at lesa?

- Eg lesi serliga siðsøgu, ævisøgur, stuttsøgur og skaldsøgur. Eg lesi sjáldan faklitteratur innanfyri mítt egna fakøki, tað fái eg nokk av til dagligt, og aldrin sjálvhjálparbøkur.

- Yndisrithøvundurin er George Orwell, sum er næstan profetiskur í bókini 1984. Annars havi eg lisið nógv av George MacDonald Fraser, Ian Fleming, Stephen King, Bill Bryson, Jon Ronson, Simon Winchester, Aldous Huxley, Arthur C. Clarke. Eg kundi blivið við.

[object Object]

Ein tann besta bókin eg yvirhøvur havi lisið er "In the Heart of the Sea" av Nathaniel Philbrick. Hon er sanna søgan um eitt hvalaskip, sum bleiv sokkið av einum hvali í Kyrrahavinum. Henda søgan gav Herman Melville íblástur til at skriva Moby Dick.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2023

24 Leygardagur 29. apríl 2023

Suzi Quatro á Summar Festivalin

Legendan, sum slóðaði fyri kvinnum í rocktónleiki, skal framføra á Vágsbøi í august

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Suzi Quatro fer at framføra á Summarfestivalinum, sum í ár verður í døgunum 3. til 5. august. Tað boðaðu fyriskiparar av festivalinum frá í vikuni.

– Hon er eitt veruligt ikon. Ein legenda. Í 1970'unum slóðaði hon fyri kvinnum í altjóða rocktónleiki, og nú hálva øld seinni syngur hon framvegis øll tey stóru hittini við eyðkendu hásu røddini. Nú kemur hon til Føroya at framføra.

Hetta verður fyrstu ferð, at Suzi Quatro kann upplivast á palli í Føroyum, sum sambært henni er eitt av fáu støðunum, hon enn ikki hevur spælt, og gleðir hon seg at koma til Føroya.

– Eg havi hoyrt nógv um, hvussu vakurt tað er í Føroyum, og tað er spennandi umsíðir at sleppa at spæla í Føroyum. Eg ætli mær at koma í góðari tíð, so eg eisini fái uppliva landið eitt sindur, sigur hon.

– Í grundini er tað ótrúligt, at hon ikki hevur verið her áður, tí føroyingar hava lurtað nógv eftir Suzi Quatro, og hon hevur uttan steðg spælt konsertir, síðani hon var ung genta. Men leingi er tað, ið væl skal vera, og nú verður tað, siga fyriskipararnir.

Suzi Quatro vaks upp í Detroit í USA, men tað var, eftir at hon sum ung kvinna flutti til Onglands, at hon fekk stóra gjøgnumbrotið sum solistur. Fyrsta hittið var "Can The Can", og í ár eru tað júst 50 ár liðin, síðani sangurin var ovast á hitlistunum. Eftir tað komu sangir sum "She's In Love With You", "If You Can't Give Me Love", "Stumlin' In" og fleiri sangir, sum eru kendir um allan heim.

Suzi Quatro er virdur bassspælari, og hesa hálvu øldina síðani fyrsta hittið hevur hon verið á odda fyri sínum egna bólki sum sangari og bassspælari. Og hon er framvegis sera væl fyri og virkin. Hon hevur væl spælandi bólk við kórsangarum og blásarum við sær.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2023

25 Leygardagur 29. apríl 2023

Saveus á Voxbotn í summar

Hann gjørdist kendur sum vinnari av X Factor í 2008. Nú kemur hann til Føroya í summar undir navninum Saveus

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað munnu vera fleiri sum minnast Martin Hoberg Hedegaard, sum í 2008 vann X Factor 15 ára gamal.

Undir navninum Saveus, útgav hann hana fyrsta lagið í 2015, ið kallast 'Levitate Me' og vann hann bæði virðislønir og toppaði hittlistar fyri hetta lagið. Árið eftir útgav hann lagið 'Everchanging', ið eisini var sera væl móttikið, í 2017 útgav hann eina EP 'Will Somebody Save Us' sum eisini var væl móttikin og í 2018 útgav hann útgávuna 'Neuro' ið var so væl dámd, at hann slapp av lata upp Orange Scene’á Roskilde festivali, ið má metast vera tað størsta fyri nógvar tónleikarar. 

Í 2022 útgav hann fløguna 'Rainman', ið rakti nýggjar hæddir fyri danska tónleikaran. Við hesari útgávuni hevur hann staðfest, at hann er ein av størstu donsku tónleikastjørnunum í nýggjari tíðum. Júst nú eru sangirnir 'Rainmain', 'Himalaya' og 'Dark Vibrations' í toppinum á donskum hittlistum. 

Nú sleppa vit at hoyra Martin og hinar í Saveus mitt í býnum í Havn, tá hann vikuskiftið 23. og 24. juni kemur á Voxbotn. 

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji og Lena Anderssen spæla.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2023

26 Leygardagur 29. apríl 2023

Dóttir og Benjamin Rajani víðari í Sement

Seinastu finalistarnir vóru funnir í tónleikakappingini Sement leygarkvøldið. Í kvøld verður stóra finalan

(Mynd: KvF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Triðja umfar av tónleikakappingini Sement var í Reinsarínum leygarkvøldið. Síðstu tveir finalistarnir vórðu funnir, og skulu kappast móti hinum fýra finalistunum, sum eru funnir undanfarnu tvey leygarkvøld.

Seks bólkar vóru á palli, og tá samanumkom valdu dómararnir at senda Dóttir og Benjamin Rajani víðari.

Hini, sum framførdu vóru Skor, Danny & Ingi, Hanna Elisa, og Tidal Crush.

Tað var tætt millum bólkarnar varð sagt, og dómsnevndin grundgav soleiðis:

- Dreymakendur og bólkurin hevði góða útstráling. Vit merktu eina góða kemi millum bólkin og áskoðararnar, og tey høvdu nakrar spennandi útsetingar, varð sagt um Dóttir.

- Mjúkt ljóðunivers. Inniligt og eymt. Øll løgini vóru góð. Maðurin hevur eina eyðkenda rødd. Tekstirnir vóru spennnandi og bólkurin spældi sera væl, segði dómsnevndin um Benjamin Rajani.

Aggrasoppar, Tormóður, Nimbus Tópus, Eimyrja, Dóttir og Benjamin Rajani eru sostatt í finaluni sum verður í Reinsarínum í Havn í kvøld.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2023

27 Leygardagur 29. apríl 2023

Fyrsta konsertin við Jazzygold í Føroyum

Í summar kann nýggja útgávan av Jasmin upplivast á G! festivalinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á G! sleppa føroyingar endiliga at uppliva Jazzygold á palli, nýggju tónlistarligu verkætlanina hjá Jasmin Mote. 

Síðan Jasmin Mote um árskiftið legði bólkin Jasmin í dvala og avdúkaði sítt nýggja artistanavn, Jazzygold, hava vit fingið frálíka staklagið ‘Boring Like Me’, og frálík ummæli á festivalum uttanlands, men onga konsert á heimavølli.

Tí eru nógvir fjepparar av ársins songkvinnu 2020, ið sama ár stóð á odda fyri ársins útgávu, ið kunnu gleða seg.

Men hetta er bert ein byrjan, tí Jazzygold hevur arbeitt við nýggjum tilfari í tvey ár, og er nú klár at bergtaka heimin. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2023

28 Leygardagur 29. apríl 2023

Kim, Jana og Anita vunnu skrivikappingina

Sunnukvøldið vórðu vinnararnir av ársins skrivikapping avdúkaðir á Bókasavninum við Løkin

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu var aftur skipað fyri skrivikapping, og sunnukvøldið vórðu vinnararnir kunngjørdir á Bókasavninum við Løkin.

Í ár var uppgávan at skriva yrkingar, og heili 123 yrkingar komu inn tilsamans.

Dómsnevndin, ið var Dorit Hansen, Oddfríður M. Rasmussen og Bergljót av Skarði, skuldi velja tríggjar vinnarar.

Vinnandi yrkingarnar vóru:

  • 1. virðisløn: Kim Simonsen við yrkingini: Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum.
  • 2. virðisløn: Jana Mortensen við yrkingini: Ikki - yrkjara yrking á yrkingardegnum
  • Serstøk virðisløn til ungt fólk ið vísir serliga góð evnir: Anita Gudmundarson: Klivplantan

[object Object]
(Mynd: Runavíkar kommuna)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2023

29 Leygardagur 29. apríl 2023

25 ára starvsdagur hjá Martini Mouritsen

Martin Mouritsen hevði 1. apríl 25 ára starvsdag sum musikkskúlastjóri

Hjalmar Hansen og Martin Mouritsen
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

1. apríl í ár hevði Martin Mouritsen 25 ára starvsdag sum stjóri fyri Musikkskúlaskipanina.

Hetta var hátíðarhildið mikudagin 26. apríl við eini samkomu í matarhøllini á Undirvísingarstýrinum, har stjórin í Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen, bar fram eina heilsan og handaði Martini blómutyssi.

- 25 ár er eitt ættarlið, so tað sigur seg sjálvt, at nógv er hent hesa tíðina, tú hevur staðið við dirigentstavinum fyri føroysku musikkskúlaundirvísingina, segði Hjalmar Hansen, stjóri.

- Tú hevur eisini roynt teg sum dirigent fyri Føroya Symfoniorkestur. Eg havi altíð verið hugtikin av hesum leiklutinum - at megna at fáa fleiri ymisk ljóðføri at spæla, so at tað fyri okkum áhoyrarar verður ein stór og gevandi uppliving. Av og á hugsi eg, at tú eisini til dagligt ert ein dirigentur, sum megnar at fáa øll at spæla saman. Øll lata líka væl at samstarvinum.

- Tú ert ein einmansherður, tú handlar, tú finnur loysnir og tingini eru í ordan, segði Hjalmar Hansen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2023

30 Leygardagur 29. apríl 2023

NATO-flotavenjing við Føroyar

Undir venjingini Dynamic Mongoose 2023, ein antikavbátavenjing, sum endar í Reykjavík, koma før, sum taka lut, eisini inn í føroyskt sjóøki – Hetta er annað árið á rað, at Dynamic Mongoose-venjingin fer fram við Føroyar

Hesi Nato-skipini lógu á Havnini í mars. Hugsast kann, at onkur av skipunum, sum taka lut í venjingini, koma í føroyska havn (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjadagin byrjaði NATO-flotavenjingin Dynamic Mongoose 2023 í Tróndheimi. Venjingin, sum verður hildin á hvørjum ári í Norðurhøvum, heldur fram í 14 dagar og endar í Reykjavík.

Undir venjingini koma før, sum taka lut, eisini í føroyskt sjóøki at gera samskipandi siglingar-, flog- og leitivenjingar. Talan er um eina antikavbátavenjing, ið hevur til endamáls at vísa og samstundis styrkja evnini hjá NATO sum verjusamgongu at standa ímóti hóttanum frá kavbátum, ið koma norðanífrá.

Tilsamans 14 skip, fýra kavbátar og seks flogfør taka lut í venjingini. Tey eru úr USA, Bretlandi, Polandi, Niðurlondum, Spania, Portugal, Noregi, Íslandi, Danmark, Kanada, Fraklandi og Føroyum. Brimil tekur lut og fylgir venjingini, meðan vant verður við Føroyar.

Vant verður ikki millum oyggjarnar ella á firðum og sundum. Hugsast kann, at onkur av skipunum, sum taka lut, koma í føroyska havn. Í tann mun, vant verður í føroyskum sjóøki, verður tað í høvuðsheitum norðanfyri.

Til ber hjá skipum og bátum at fáa samband við førini, sum eru við í venjingini, á VHF. Tey halda seg til galdandi trygdarreglur hjá NATO viðvíkjandi venjingum. Reglurnar hava til endamáls í minst møguligan mun at ávirka ferðslu og virksemi í tí øki, vant verður. Meginreglan er, at tann, sum venur, skal víkja til tess ikki at ávirka ferðslu ella virksemi, t.d. fiskiskap. Skip og bátar kunnu eisini venda sær til Vørn/MRCC.

Hetta er annað árið á rað, at Dynamic Mongoose-venjingin fer fram við Føroyar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2023

31 Leygardagur 29. apríl 2023

Danmark: 32 ára gamal maður skuldsettur fyri sjey ára gamalt dráp

Hann varð handtikin 17. apríl í sambandi við eitt mál um frælsistøku og neyðtøku av einari 13 ára gamlari gentu, og nú er hann eisini skuldsettur fyri at hava dripið Emilie Meng, sum varð funnin deyð í desember 2016

15. apríl hvarv ein 13 ára gomul genta í danska býnum Kirkerup. Ein 32 ára gamal maður varð handtikin í málinum tveir dagar seinni
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein 32 ára gamal maður, sum fyrr í hesum mánaðinum varð handtikin og skuldsettur fyri at hava burturflutt og neyðtikið eina 13 ára gamla gentu í býnum Kirkerup, er nú eisini skuldsettur fyri eitt dráp í 2016.

Tað boðaði danska løgreglan frá á tíðindafundi mikudagin.

17 ára gamla Emilie Meng hvarv í Korsør í juli 2016. Hon varð funnin deyð í desember sama árið umleið 60 kilometrar frá staðnum, har hon seinast varð sædd, og málið varð ongantíð loyst.

Maðurin, sum nú er skuldsettur í málinum, er eisini skuldsettur í einum máli um frælsistøku og neyðtøkuroynd frá november í fjør, har hann hótti eina unga kvinnu við knívi.

Málið um Emilie Meng er sjey ára gamalt, og løgreglan ásannaði, at slóðir í málinum kunnu verða farnar fyri skeytið, tí at løgreglan at byrja við gekk út frá, at talan ikki var um eitt brotsverk. Hetta kann hava viðvirkað til, at kanningararbeiðið gjørdist so umfatandi og drúgt.

32 ára gamli maðurin varð handtikin 17. apríl, og er hann varðhaldsfongslaður fram til 11. mai. Hann noktar seg sekan fyri drápið á Emilie Meng.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2023

32 Leygardagur 29. apríl 2023

Fyri fyrstu ferð í 17 ár: Kalifornia nóg mikið av vatni til øll

Amerikanski staturin upplivdi óvanliga nógv avfall í vetur, og tí kunnu vatnveitarar nú fyri fyrstu ferð síðan 2006 nøkta 100 prosent av eftirspurninginum

(Mynd: AP)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyri fyrstu ferð síðan 2006 kann amerikanski staturin Kalifornia nú nøkta 100 prosent av eftirspurninginum eftir vatni.

Tað eru stormarnir og óvanliga høga nøgdin av avfalli, sum Kalifornia upplivdi í vetur, sum er orsøkin til, at tann annars sólríki staturin nú hevur fingið fylt vatngoymslurnar væl og virðiliga.

Í Kalifornia eru 29 veitarar, sum veita vatn til umleið 27 milliónir fólk og 750.000 hektarar av landbúnaðarjørð, skrivar tíðindastovan AP.

Í mars væntaði California State Water Project annars ikki, at tey kundu nøkta eftirspruninginum men bert veita 75 prosent av tí vatninum, sum tørvur var á.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2023

33 Leygardagur 29. apríl 2023

Høgravendi sjónvarpsverturin Tucker Carlson fekk sekkin á Fox

Hetta hendir eftir, at høgravenda amerikanska sjónvarpsrásin Fox News mátti rinda 5,4 milliardir krónur í endurgjaldi til privata fyritøku fyri lygusøgur í longri tíð

Sjónvarpsverturin á Fox News, Tucker Carlson, sum hevur verið besti verjin hjá víðgongdum høgravendum amerikanarum, hevur fingið sekkin
SkrivaÐ:

Jan Müller

Fyri tey, sum dagliga fylga við í amerikanskari pressu, slepst neyvan undan at kenna til navnið Tucker Carlson - víðagitni og millum høgravend konservativ í USA mest virdi sjónvarpsverturin seinastu mongu árini. Við sínum miðvísu og áhaldandi álopum á demokratiskar politikarar og her ikki minst seinastu demokratisku forsetarnar, hevur hann sett síni týðuligu fingramerki í amerikanska samfelagnum.

Hann verður mettur at eiga høvuðsæruna av, at høgravenda rásin hevur fingið so stóra undirtøku millum konservativar amerikanarar. 

Við sínum framúr talugávum og politiska retorikki og konspiratiónsteorium sum amboð hevur hann megnað at skapa fíggingamyndir og seta kílar millum fólk við ymsum húðaliti og ymsum politiskum áskoðanum. 

Men mest kendur man hann vera fyri sín dygga stuðul til fyrrverandi forsetan, Donald Trump, og hevur sum so staðið á odda fyri at rættvísagera hansara vallygnir. Hann mundi eisini eiga sín lut í valsigrinum hjá Donald Trump í 2016 - saman við ultravíðgongdum á høgravonginum so sum Roger Stone og Alex Jones. 

[object Object]

Flest allir amerikanskir miðlar ruddaðu forsíðurnar mánakvøldið til at geva rúmd fyri tíðindunum um, at kendi sjónvarpsverturin varð uppdagdur.

Uppsøgnin kemur eftir, at rásin fyrst varð saksøkt av fyritøkuni Dominion fyri at hava borið skeiv og rong tíðindi um at vera partur av valsviki og síðani - fyri at sleppa sær undan einum lemjandi og avdúkandi sakarmáli - valdi at gera semju og rinda størstu upphædd nakrantíð í amerikanskari fjølmiðlasøgu, 5,4 milliardir krónur í endurgjaldi til privata fyritøku. 

Tucker Carlson hevur leingi verið mest vælumtókti verturin á Fox rásini, og hevur útvegað henni milliónir at hyggjarum - fyrst og fremst fyri heilhjartaður at hava stuðlað Trump í hansara lygnum um valúrslitið í 2020. Men eisini í flest øllum øðrum málum, sum Trump hevur havt á síni valskrá. Eitt nú at við at koma við uppáhaldinum um, at Biden roynir at lata upp mørkini til USA, soleiðis at latínamerikanarar kunnu broyta demografiska USA soleiðis, at tey hvítu vera við undirlutan. 

[object Object]

Carlson var so eisini millum teirra, sum royndi at sleppa Trump undan ábyrgd í álopinum á Kongressina og sjálvur kallaði hendingina 6. januar 2020 fyri eina friðarliga mótmælisgongu - nakað, sum skuldi koma honum aftur um brekku og sum helst eigur lut í uppsøgnini vilja eygleiðarar vera við.  

Carlson hevur annars verið oddamaður í herferðini móti demokratiskum og vinstrahallum politikarum í USA og hevur m.a. eisini brúkt part av senditíð síni at taka undir við víðgongda høgrarákinum í Evropa, her serstakliga í Ungarn. Eitt skifti varð hann gestur hjá høgravenda ungarska leiðaranum Orban, sum stutt eftir eisini varð gestarøðari á republikanska konventinum CPAC. 

Undan sakarmálinum millum Dominion og Fox samtakið nú um dagarnar kom fram, at nógv av tilfarinum, sum eitt nú Tucker Carlson borðreiddi við fyri milliónum av amerikanarum í sínum sendingum, bygdi á lygn. Ein lygn, sum Trump og hansara sakførarar skræddaraseymaðu til høvið og sum Carlson endurtók aftur og aftur í síni millum konservativar amerikanarar sera vælumtóktu sending á Fox. 

Tað, sum fekk bikarið at flóta yvir hjá dómara og øðrum við, tá sakarmálið varð fyrireikað, vóru vitnisfrágreiðingar, har Carlson og hansara arbeiðsfelagar vórðu avdúkaðir fyri vælvitandi at hava logið, fyrst og fremst tí hesar lygnir vóru við til at økja um hyggjaratalið hjá sjónvarpsrásini.

Eisini er komið fram, at Tucker Carlson skal hava úttalað privat, at hann hataði Trump. Kortini var hann aftur og aftur á barrikadunum, tá Trump hevði brúk fyri hansara tulking av mongum samfelagsmálum. 

[object Object]

Prógvini og vitnisfrágreiðingar, sum longu vórðu kendar, áðrenn sjálvt sakarmálið skuldi byrja í farnu viku, vóru so mikið avdúkandi, at stjórin í øllum samtakinum, sum Fox er partur av, Rupert Murdoch, valdi at gera semju við saksøkjaran heldur enn at skula fara út í eina eyðmýkjandi rættarsak, sum  hann eftir øllum at døma visti, at hann fór at tapa. 

So best var at binda um heilan fingur og rinda 5,4 milliardir krónur í endurgjaldi heldur enn at verða skotskiva hjá tíggjutals vitnum. 

Tað kom tó heilt ávart á amerikanskar miðlar og almenningin, tá tíðindi um Tucker Carlson bórust í gjárkvøldið. Nú verður gitt, hvørjir aðrir persónar á støðini, sum hava borið seg eins at sum Carlson, fáa sekkin. 

Hóast semjuna við Dominion, sum framleiddi mongu valteljimaskinurnar, ið vórðu brúktar til uppteljingina av atkvøðunum til seinasta forsetaval og sum vórðu skýrdar av Fox vertunum fyri at hava verið partur av valsvikinum til tess at hjálpa Biden, so stendur enn eitt sakarmál fyri framman frá eini aðrari fyritøku, sum hevur fingið somu viðferð í Fox sum Dominion Voting Systems, og sum nú  saksøkir Fox at gjalda eina tvífalt so stóra upphædd sum Dominion. 

Amerikanskir miðlar skrivaðu mánakvøldið, at tað er ikki óhugsandi, at uppaftur fleiri sakarmál fara at verða reist móti Fox, og onkur teirra rør entá framundir, at hetta kann gerast endin á hesum ultravíðgongda miðlinum hjá miðlamilliarderinum Rupert Murdoch. 

Eitt av mongu og sera avdúkandi prógvunum móti Fox longu áðrenn sakarmálið skuldi byrja, var tann sannroynd, at Tucker Carlson og aðrir journalistar á Fox vistu, at útsøgnirnar hjá sakføraranum hjá Trump, eitt nú Sidney Powell og Rudy Giuliani, vóru skeivar og rætt og slætt lygn. Kortini valdu teir at tiga henda veruleika og hildu fram við at bera fram lygnirnar, sum um tær vóru sannar.

Tað ljóðaði mánakvøldið, at ein orsøk til, at Carlson fekk sekkin vóru hansara atfinningar móti Fox. Washington Post hevur fest seg við, at Tucker varð koyrdur uttan møguleika fyri at takka fyri seg og siga milliónum av hyggjarum farvæl. 

Carlson, sum byrjaði hjá Fox News í 2009, hevur við sínum vælumtóktu sendingum millum høgravendar konservativar amerikanarar og her serstakliga republikanarar, gjørt Fox til tann størsta konservativa miðilin í USA og sum harvið fyllur nógv í almenna rúminum. 

Tað ljóðar, at arbeiðsfelagarnir hjá Tucker Carlson vórðu púra ovfarnir av uppsøgnini. 

Viðmerkingarnar í øðrum miðlum eru m.a., at avdúkingin av lygnunum hjá Donald Trump um valsvik kundi ikki halda hondina yvir einum so framstandandi sjónvarpsverti sum Tucker Carlson. Men tað kemur eisini fram í viðmerkingum frá høgtstandandi advokatum, at tað var umrøðan Carlson hevði av álopinum á Kongressina, sum kann hava givið bæði Murdoch og øðrum í konservativa baklandinum orsøk til at kvetta bondini við Tucker Carlson. Men hann verður so neyvan tann seinasti. Og spurningurin er eisini um, hvør "dómur" verður feldur yvir persónin, sum hevur latið alt hetta ganga um seg, nevniliga 92 ára gamli eigaran av Fox samtakinum, Rupert Murdoch. 

[object Object]

Hetta  fer heilt víst at broyta miðlalandslagið í USA og seta hægri krøv til bæði tey, sum eiga miðlar og tey, sum arbeiða í miðlunum, her ikki minst teimum høgravendu miðlunum, sum støðugt og framhaldandi halda fram við at verja útsóknirnar hjá fyrrverandi forsetanum Donald Trump um, at valsvik varð framt í 2020 eins og rættvísgera hendingarnar í og kring Kongressina eftir seinasta val.  

Tað eru tey, sum longu nú siga, at seinastu hendingarnar rundan um Fox News kunnu vera við til at lekja aftur tað annars so haturskenda politiska umhvørvið í USA. Og hetta koma ikki minst leiðandi republikanarar at sanna, nú eisini teir í stóran mun í fleiri ár hava tikið lygnirnar á Fox til sín. 

Keldur: Washinton Post, New York Times, Los Angeles Times, CNN, MSNBC 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2023

34 Leygardagur 29. apríl 2023

Joe Biden: -Eg stilli uppaftur til forseta

Hetta sigur Joe Biden, forseti í eini videoupptøku hann hann kunngjørdi týsdagin

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað hevur leingi verið gitt, at Joe Biden fór at kunngera sína uppstillan til komandi forsetaval í USA í 2024 í hesum mánaðinum.

Og týsmorgunin hendi tað so, at verandi forsetin almannakunngjørdi sína uppstillan. Hann sigur, at hetta er fyri at gera arbeiðið liðugt, “finish the job”, sum hann málber seg. Tað er longu greitt, at fyrrverandi forsetin, Donald Trump, stillar upp til forsetavalið. So nú eru útlit til, at vit fáa eina endurtøku av valinum í 2020.

Nýggjar veljarakanningar vísa, at ein stórur meiriluti av amerikanarum vilja hvørki hava Biden eiheldur Trump at stilla upp til komandi forsetaval. Hetta ikki minst tí teir rætt og slætt eru ov gamlir.

Endar tað kortini við, at teir báðir aldrandi erkafíggindarnir skulu dystast aftur, so verður gitt, at Biden fer at vinna enn einaferð. Ikki tí hann er væl umtóktur men heldur av óttanum hjá ein stórum meiriluta av amerikanska fólkinum at fáa fýra ár aftrat við Trump í forsetasessinum.

[object Object]

Teir báðir skulu nú hvør í sínum lag til at vinna uppstillingina til forsetavalið.

Enn hevur eingin demokratur av týdningi bjóðað seg fram, meðan tað í republikanska flokkinum verður gitt, at vælumtókti guvernørurin í Florida, Ron deSantis fer at at stilla upp móti Trump. Hann liggur tó langt aftan fyri Trump í veljarakanningum. Umleið 70 prosent av republikansku veljarunum vilja hava Trump til forsetavalevni. Stóri spurningurin er so, um møgulig komandi sakarmál móti Trump kunnu seta kila í hansara valstríð ella hesi tvørturímóti, sum okkurt kundi bent á, fara at styrkja hansara støðu.

Hóast Biden ikki hevur stóra undirtøku fyri at stilla upp aftur millum demokratar, so verður roknað við, at hann fer at vinna uppstillingina og harvið gerast forsetavalevni hjá demokratunum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2023

35 Leygardagur 29. apríl 2023

Bárður Joensen vart ph.d. um alduorku í Føroyum

Hósdagin 20. apríl vardi Bárður Joensen ph.d.-ritgerð sína við DTU. Verjan gekk avbera væl og Bárður fekk góða viðmerkingar frá andmælingunum til víðari arbeiðið við alduorku í Føroyum.

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Andmælingarnir róstu bæði ritgerð, framløgu og forstáilsi fyri evninum. Teir mettu hetta arbeiðið vera umfatandi, málrættað og samanhangandi. Eisini mettu teir, at niðurstøðurnar frá hesi verkætlanini sannlíkt koma at leiða til fleiri kanningar av møguleikunum at gagnnýta alduorku í Føroyum.

[object Object]

Bárður Joensen hevur arbeitt við verkætlanini "Wave energy conversion in the Faroe Islands"á LBF og á DTU, har hann hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur. Eisini hevur hann samstarvað við Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum.

Talan er um eina vinnu ph.d.-verkætlan, sum Granskingarráðið hevur stuðlað við fígging frá Minningargrunninum fyri Dánjal Niclasen.

Høvuðsvegleiðari hevur verið Harry B. Bingham, professari. 
Hjávegleiðarar hava verið Bárdur A. Niclasen, lektari á Náttúruvísidnadeildini, seinni leiðari á Veðurstovu Føroya og Jan Odmarsson, leiðandi verkfrøðingur á LBF.

Andmælingarnir vóru
Yanlin Shao, lektari á DTU Construct.
Claes Eskilsson, lektari á Aalborg Universitet
Guillaume Ducrozet, lektari á Ecole Centrale de Nantes í Fraklandi
Formaður fyri verjuna var  Robert Read, seniorgranskari á DTU Construct.

Kelda: Gransking.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2023

36 Leygardagur 29. apríl 2023

Nærum fimti hvør bilur er elbilur

Í fjør vórðu 10 milliónir elbilar í heiminum. Tað fer at vaksa til 14 milliónir í ár sigur altjóða orkustovnurin IEA

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Noreg er undangonguland, tá talan er um keyp av elbilum. Heilir 9 av 10 bilum í mars vóru elbilar.

Nú vísir tað seg, at sølan av elbilum eisini av álvara er farin at merkjast í øðrum londum enn Noregi.

Í fjør vórðu seldir 10 milliónir elbilar í heiminum. Hetta tal væntast at vaksa til 14 milliónir í ár skrivar E24, sum vísir til  tøl frá altjóða orkustovninum IEA. Hetta merkir, at 18 prosent av altjóða søluni av nýggjum bilum í ár verða elbilar. Tann parturin var 14 prosent í fjør og 4 prosent í 2020.

Stjórin í IEA, Fatih Birol sigur, at elbilar eru drívmegin í nýggja altjóða orkubúskapinum.

Hetta merkir eisini, at tørvurin á olju minkar, og heldur gongdin fram sum higartil fara elriknir bilar at kunna minka um tørvin á olju við umleið 5 prosentum innan 2030 stendur í frágreiðingini frá IEA.

Birol heldur fyri, at gongdin hevur munandi ávirkan á eftirspurningin eftir olju. -Elbilar broyta status quo. Innan 2030 fara teir at minka um tørvin á fimm milliónum tunnum av olju um dagin. Bilarnir eru bara fyrsta bylgjan, síðani koma elbussar og ellastbilar sigur IEA stjórin.

Sambært frágreiðingini koyra í dag 26 mió. elbilar á vegunum í heiminum. Til sammetingar er altjóða bilparkin umleið ein milliard bilar.

Metingarnar um gongdina á elbilamarknaðinum eru nógv broyttar seinastu árini. Í 2016 segði IEA stjórin, at tað vórðu seldir 550.000 elbilar í heiminum árið fyri og at elbilar høvdu lítla ávirkan á oljueftirspurningin. Tá metti IEA at talið á elbilum kann hækka til 150 milliónir innan 2040.

Í dag siga metingarnar hjá stovninum, at talið á elbilum kann hækka til 240 milliónir longu innan 2030. Í eini framtíðar støðu, har heimurin gongur fram ímóti netto null útláti í 2050, verður talið á elbilum í 2030 mett at verða nærri 400 mió, sambært IEA. Í 2022 vórðu 425 milliardir dollarar brúktir uppá elbilar, sum er 50 prosent meira enn í 2021. Umleið 10 prosent av tí var statsstuðul.

Londini, sum liggja á odda innan menningina av elbilum, eru Kina, USA og Evropa. Kina stóð fyri 60 prosentum av elbilasøluni í fjør, og meira enn helvtin av øllum elbilum í heiminum koyrir á kinesiskum vegum. Fimti hvør bilur, sum varð seldur í Evropa, var ein elbilur, í USA var talið 8 prosent.

Bilframleiðarar koma við nýggjum modellum alla tíðina, og í dag eru 500 ymisk modell av elbilum og er talið tvífaldað síðani 2018.

Ein orsøkin til stóra vøksturin í elbilasøluni er m.a. nýggja lógin í USA, “Inflation Reduction Act”, sum skal leggja USA á odda í grøna orkuskiftinum við m.a. at stuðla framleiðsluni av eitt nú elbilum. Esini í Evropa verða líknandi stig tikin. Sambært IEA fer luturin hjá elbilum í meðal at vera 60 prosent í Kina, USA og ES innan 2030.

Ein týðandi partur av hesi gongdini er framleiðslan av battaríum og øðrum lutum til elbilar. Her gongur Kina á odda, men eisini USA og ES royna at økja um heimligu framleiðsluna.

Keldur: E24 og IEA

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2023

37 Leygardagur 29. apríl 2023

Norðsjógvurin gerast til størsta orkuøkið í heiminum

Hetta er reyði tráðurin í avtalu, sum níggju evropeisk lond hava gjørt

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Níggju evropeisk lond teirra millum Danmark eru vorðin samd um at tvífalda nøgdina av streymi frá havvindi í Norðsjónum.

Hetta er niðurstøðan á fundi millum fleiri av fremstu londunum í Evropa, sum júst hava luttikið á orkuráðstevnu í belgiska býnum, Ostende.

[object Object]

Belgiski forsætisráðharrin Alexander De Croo segði eftir fundin, at tað ber til at gera nakað við veðurlagskreppuna.

- Vit fara at útvega bíligari orku til brúkararnar og fyritøkur segði hann. Endamálið er, at tey niggju londini fara undir at menna 130 gigawatt av havvindorku fram til 2030. Og 300 gigawatt í 2050. Talan er um eina tvífaldan av orkuframleiðsluni, sum fýra lond - Danmark, Týskland, Niðurlond og Belgia - settu sær sum mál á Norðsjóvartoppfundi í Esbjerg í fjør.

Á fundinum nú um dagarnar varð eisini orkutrygdin í Evropa umrødd og komu londini eftir, at alt má gerast fyri at tryggja Evropa orku í framtíðini. Eisini varð staðfest, at Russland er ein hóttan móti trygdini í Evropa, nú tað er komið fram, at russisk skip í longri tíð loyniliga hava kortlagt stórar partar av undirstøðukervinum í Evropa og her ikki minst í Norðsjónum. Tvs. samskiftissamband, olju- og gass framleiðslu, havvindframleiðslu eins og rørleiðingar á havbotninum. 

Fatih Birol, stjórin í altjóða orkustovninum "International Energy Agency" (IEA), segði eftir fundin, at møguleikarnir at troyta havvindorku í Norðsjónum eru ómetaliga stórir.

- Norðsjógvurin er best egnaða økið í heiminum fyri 1. floks havvindi. Og møgleikarnir her eru nokk til at nøkta evropeiska eftirspurningin eftir streymi sjey ferðir, legði Birol aftrat.

Meira enn 100 fyritøkur og ráðharrar úr Týsklandi, Fraklandi, Bretlandi, Írlandi, Danmark, Norra, Íslandi, Niðurlondum og Luxemburg luttóku á ráðstevnuni.

Russiska innrásin og kríggið í Ukraina hava gjørt tað tvingandi neyðugt, at Evropa framleiðir meira orku til egið brúk, segði danski forsætisráðharrin Mette Fredriksen á einum tíðindafundi eftir ráðstevnuna.

Hon legði aftrat, at havvindur fer eisini at seta ferð á grøna orkuskiftið. Írski ráðharrin Leo Varadkar segði, at luttøkan av so nógvum ráðharrum úr ES londum saman við Bretlandi vísir, at hesi londini veruliga vilja samstarva um felags málið, sum er at koma longur á grønu orkuleiðini og her m.a. troyta stóru møguleikarnar innan havvindorku.

[object Object]

- Heimurin verður heitari og veðrið broytist alsamt, og vit hava ikki ráð til at bíða við grøna orkuskiftinum. Vit mugu vera tað ættarliðið, sum fær vent gongdini á veðurlagsøkinum segði hann.

Á ráðstevnuni varð víst á, at orsøkin til, at vit mugu raðfesta havvindorku er tann, at hon er meira støðug enn vindorka á landi. Og henda menning má gerast í so mikið stóran stíl, at hon verður før fyri at avloysa fossilu brennievnini í m.a. tungídnaðinum, sum krevur nógva orku.

Stórur dentur varð lagdur á tørvin á nýggjum íløgum í grøna orku og her ikki minst vindorku eins og eitt undirstøðukervi, sum kann herberga hesa orku. Verandi politikkur røkkur ov stutt á hesum øki, og tí er neyðugt við íløgum í elnetið eins og havnir.

Í løtuni megnar Evropa at framleiða 7 GW frá offshore vindi um árið vísa tøl frá WindEurope, sum er felagsskapurin, ið umboðar evorpeiska vindídnaðin. Skulu vit røkka málinum er neyðugt at økja um vindorkuna við 20 GW um árið seinnu helvt av hesum tíggju ára skeiðnum.

Keldur: Euronews og Ritzau

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2023

38 Leygardagur 29. apríl 2023

Danska Vestas heimsins størsti vindmylluframleiðari

Hóast marknaðarparturin minkaði í fjør, var Vestas kortini heimsins fremsta vindmyllufyritøka í farna ári

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Vestas átti munin á kinesisku Goldwind. Hetta vísir frágreiðing frá Global Wind Energy Council.

Vestas átti 14,0 prosent av vindmyllunum, sum vórðu framleiddar í fjør. Kineiska verksmiðjan hevði 13,1 prossent. Vestas liggur serliga á odda í londum sum USA, Brasil, Finnlandi, Fraklandi og Polandi, meðann høvuðsmarknaðurin hjá Goldwind er Kina.

Í fjør vórðu settar upp 21.575 vindmyllur í heiminum við eini samlaðari orku uppá 89,890 megawatt, sum var 14 prosent lægri enn í 2021.

Eftir Vestas og Goldwind kemur Siemens Gamesa, sum eisini gjørdist størsti framleiðari av havvindmyllum í 2022.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2023

39 Leygardagur 29. apríl 2023

ES politikarar vilja steðga oljuútbygging við føroyska markið  

Nógv umrødda útbyggingin av olju- og gassleiðini Rosebank eystan fyri Føroyar er nú partur av mótstøðu í pørtum av ES

Framleiðsluskipið, sum nú verður gjørt klárt til nýggju Rosebank leiðina eystan fyri Føroyar
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ein bólkur av 40 politikarum í ES hava heitt á bretska forsætisráðharran, Rishi Sunak, um at steðga ætlaðu útbyggingini av risastóru olju- og gasskelduni Rosebank skamt eystan fyri føroyska markið. Hetta hendir undan eini týðandi orkuráðstevnu.

Leiðarin av bólkinum, Michael Bloss, frá Grøna flokkinum sigur í einum brævi, sum Bloomberg hevur fingið innlit í, at Rosebank verkætlanin, sum Equinor stendur fyri, hóttir altjóða málini fyri broytingum í veðurlagnum. Har verður víst á, at leiting og útbygging av olju- og gassleiðum stríðir ímóti málinum at avmarka altjóða upphitingina  til 1,5 stig.

At steðga útbyggingini av Rosebank vil vera eitt stig á røttu leiðini siga ES umboðini m.a. í brævinum til Sunak.

Enn er ikki endalig avgerð tikin um Rosebank útbyggingina. Bretska stjórnin fer væntandi at geva grønt ljós í næstu framtíð til útbyggingina, nú tað er í tráð við ynskið og politikkin hjá konservativu stjórnini at loyva útbyggingum til tess at gera Bretland meira sjálvbjargið við olju og gassi í framtíðini heldur enn at skula innflyta orku úr eitt nú Russlandi og Saudi Arabia. Í løtuni er upp til eftirlitsmyndugleikan at taka støðu til útbyggingina.

Haraftrat kemur, at norska orkufelagið Equinor skal taka endaliga avgerð um útbyggingina. Eisini tann avgerðin verður væntandi tikin í næstu framtið helst í juni, nú Equinor alment hevur boðað frá, at bretski parturin av Norðsjónum og eisini økinum vestan fyri Hetland er eitt av kjarnuøkjunum hjá felagnum uttan fyri Noreg.

Eftir ætlan skal Rosebank framleiða fyrstu oljuna í 2026. Dagliga framleiðslan verður 70.000 tunnur. Keldan verður mett sum tann størsta í Bretlandi.

Kelda: Bloomberg, Energi Voice

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2023

40 Leygardagur 29. apríl 2023

Føroyar fleiri fet nærri EM-endaspælinum

Aftur megnaðu unga føroyska manslandsliðið í hondbólti at vinna ein minniligan heimasigur. Hesaferð gjørdist talan um tryggan sigur, har væl gjøgnumført álopsspæl og sterk verja og málverji gingu hond í hond

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nú bert eitt umfar er eftir í EM-undankappingarbólkinum hjá Føroyum, eru útlitini fyri einum plássi í endaspæælinum næst ár góð. Eftir flotta 33-26 sigurin á Ukraina liggja Føroyar á 3. plássinum í bólkinum, og í løtuni laga úrslitini seg so, at Føroyar standa til at gerast millum teir trý'ararnar, sum sleppa við til EM í januar.

Møguleiki er eisini at staðfesta 3. plássið ella møguliga taka 2. plássið við at vinna í Eysturríki sunnudagin. Hini úrslitini í umfarinum hóska Føroyum væl, og tað at sigrurin gjørdist við sjey málum ger, at Ukraina so at siga ikki kann yvirhálað okkum. 

Tað eru nógv føgur orð, ið kunnu setast á krútsterka føroyska avrikið mikukvøldið. Vit kunnu bara staðfesta at føroysku menninir so sanniliga livdi upp til høgu vónirnar. Sigurin kom ongantíð veruliga í vanda.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Ukrainar fingu ongangíð tamarhald á Eliasi á Skipagøtu, Óla Mittún og hinum í effektiva álopinum. Vengirnir vóru lýtaleysir, og í hinum endanum var verjan frálík. Tá veruspælararnir ikki vóru fyri, var málverjin, Pauli Jacobsen, tað ofta. Hann stóð ein branddyst við fleiri stórbjargingum.

Tað tykist heldur veruleikafjart, at mann bara kann standa og telja niður til ein stórsigur hjá einum føroyskum A-landsliðið móti einari lutfalsliga so góðari tjóð. Ukraina hevur ikki verið rárur gestir í endaspølum hesa øldina, og hevur millum annað verið við til tey bæði seinastu EM-endaspælini.

Nú er eitt endaspæl ikki so veruleikafjart - endaliga avgerðin fellur sunnudagin.

[object Object]Elias E. á Skipagøtu (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Óli Mittún

EM-undankappingarbólkur 4 
Høllini á Hálsi 26. apríl
Føroyar - Ukraina 33-26 (17-12)

Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 12 mál
Óli Mittún 7 mál
Hákun West av Teigum 6 mál
Leivur Mortensen 4 mál
Teis Horn Rasmussen 2 mál
Tróndur Mikkelsen 2 mál 

[object Object]Hákun West av Teigum (Mynd: Sverri Egholm)

Bjargingar: Pauli Jacobsen 14/40 (35 prosent)

Útvísingar: 
Ukraina: 4
Føroyar: 2

Støðan í bólkinum áðrenn síðsta umfar:
Eysturríki 10 stig 
Rumenia 4 stig
Føroyar 4 stig
Ukraina 2 stig

Føroyar eru betri enn Ukraina innanhýsis, men Rumenia er betri enn Føroyar innanhýsis

[object Object]Theis Horn Rasmussen

[object Object]Leivur Mortensen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2023

41 Leygardagur 29. apríl 2023

Soleiðis koma Føroyar til EM

Tað “lættasta” er at greiða setningin við fáa stig í Eysturríki sunnudagin og skriva søgu. Annars er tað bundið av, hvat hendir í serliga hinum dystinum í bólkinum

Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir á føroyska manslandsliðnum hava EM-laguna í egnum hondum. Ymisk roknistykkir kunnu tó koma í spæl sunnukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað at Føroyar vunnu á Ukraina mikukvøldið var so at siga alneyðugt. Sjey-máls sigurin ger, saman við flotta heimasigrinum móti Rumenia í síðsta mánaði, at føroyska liðið er í sera góðari støðu í EM-undankappingini.

Vit vita tó ikki endaligt, um tað fer at bera ella bresta fyrrenn sunnukvøldið. Í fyrsta lagi er tað um 18.30-tíðina, tá síðsta bríksl í Bregenz ljóðar. Eysturríkski býurin kann gerast stórur partur av føroyskari hóndbóltssøgu, um Føroyar megna at fáa stig móti favorittunum. Eysturríki hevur longu vunnið bólkin og hevur sum so einki ítøkiligt at spæla fyri.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Tað verður ov drúgt at greiða frá øllum støðunum, ið kunnu gera seg galdandi í mun til víðari luttøku, men tað eru trý høvuðsting:

1.

Føroyar fáa stig. Um hetta hendir, er føroyska liðið víðari til EM-endaspælið. So einfalt er tað: Javnleikur ella sigur geva atgongumerki til Týsklands næsta ár. So er bara spurningurin, um tað verður sum tvey'ari ella trý'ari.

2.

Um Føroyar tapa, skulu vit fyrst hyggja uppá, hvussu hin dysturin í bólkinum endar. Um Ukraina vinnur við fleiri enn sjey málum, so kann tað gerast ein trupulleiki. Í so fall hava Føroyar, Rumenia og Ukraina øll fýra stig, og so er málúrttøkan í innanhýsis dystum landanna millum avgerandi. Har kann átta-máls tapið fyri Rumenia gerast ein meinbogi, men sjey-máls sigurin á Ukraina mikudagin kann gera mun rætta vegin.

3.

Átta bólkar eru í undankappingini, og fýra teir bestu trý'ararnir koma víðari. Í løtuni eru Føroyar bestar av hesum trý'arunum. Hetta tí at bert stig móti liðum sum eru í topp-trý telja, og Føroyar hava vunnið á Rumenia og hava góða málúrttøku eisini.

Bert tvey onnur lond, sum eru trý'arar í løtuni, hava megnað hetta. Tey eru Grikkaland og Bosnia. Tað er tíbetur ósannlíkt, at hesi bæði, umframt tvey onnur, yvirhála Føroyar. Málúrtøkan hjá Føroyum kann eisini vera ein munur, um fleiri lið koma uppá tvey stig í hesum rokniskapinum.

[object Object]Nú skal føroyska liðið eisini royna at fáa stig á útivølli. Um hetta eydnast merkir tað, at vit eiga eitt EM-pláss (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Trý'ara rokniskapurin nú øll liðini hava ein dyst eftir (Kelda: EHF)

Nøkur onnur úrslit í ymiskum bólkum kunnu eisini gera seg galdandi, men í høvuðsheitinum er tað ósannlíkt, at Føroyar ikki vera ein av bestu trý'arunum - um vit væl at merkja enda nummar trý i bólkinum. Minst fýra úrslit skulu ganga okkum ímóti, og í hesum dystunum eru "trý'ararnir" ikki favroittar.

Føroyska liðið skal hugsavna seg um at gera sítt. Liðið vandi saman í gjár og í dag ferðast hópurin til Eysturríkis, umvegis Keypmannahavn og Zürich.

Portalurin verður við á ferðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2023

42 Leygardagur 29. apríl 2023

Hjálparvenjarin gevst eftir undankappingina

Lars Porskær Møller, hjálparvenjari, heldur ikki fram eftir EM-undankappingina, meðan málverjavenjari og fysioterapeutur, Tom Jensen, hevur longt sáttmálan

Lars Porskær Møller, hjálparvenjari, í Høllini á Hálsi fríggjadagin. Hann heldur ikki fram eftir hesa EM-undankappingina (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Undan dystinum í mars móti Rumenia, varð tað kunngjørt, at sáttmálin við høvuðsvenjaran, Peter Bredsdorff-Larsen, varð longdur til og við EM26-kappingina. Hetta er nú eisini komið uppá pláss við málverjavenjaranum og fysioterapeuti, Tom Jensen, fyri sama tíðarskeið.

Sáttmálarnir við venjaratoymið ganga út eftir hesa EM-undankappingina, og skuldu partarnir tískil tosa saman um framtíðina. Lars Porskær Møller, hjálparvenjari, kemur ikki at halda fram, hóast báðir partar hava verið væl nøgdir við samstarvið. Lars hevur fingið nýtt starv í danska hondbóltssambandinum, sum ikki loyvir honum somu skiftiligu treytir í mun til hjástørv og fráveru.

- Vit í HSF ynskja at takka Lars fyri tíðina. Vit hava verið serstakliga væl nøgd við arbeiðið og úrslitini hjá Lars, sigur Hans Jón Thomsen, stóri í HSF og vísir á, at vit óivað koma at samstarva við Lars uppá aðrar mátar framyvir, nú tá Lars kemur at standa á odda fyri menningardeildini hjá DHF.

Hondbóltssambandið er ígongd við finna ein nýggjan hjálparvenjara til A-landsliðið eftir núverandi EM-undankapping.

[object Object]Málverjavenjarin og fysioterapeuturin, Tom Jensen, og Lars Porskær Møller, hjálparvenjari. Teir hava arbeitt saman við Peter Bredsdorff-Larsen alt tíðarskeiði í Føroyum (Mynd: HSF)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2023

43 Leygardagur 29. apríl 2023

Kyndil skal spæla FM-finalur

Tað er greitt eftir gysara á Hálsi sunnudagin. Tær grønkløddu vunnu eisini hesa grannauppgerðina, men hesaferð var tað eftir nógva dygga mótstøðu frá Neistanum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað vera kvinnurnar hjá Kyndli og H71, sum skulu spæla FM-finalurnar í SMS-deildini. Hetta er greitt eftir hálvfinalurnar farna vikuskiftið. Eins og H71, vann Kyndil báðar hálvfinalurnar í hesari. Sigurin sunnudagin var tó nógv meira harðvunnin hjá teimum grønu.

Neistin hevði okkurt at prógva eftir fyrstu hálvfinaluna, og tær í bláum vístu nakað heilt annað sunnudagin. Meira ferð og broddur var í álopsspælinum, hóast Kyndil til tíðir fekk hildið Neistanum til long álop, og Jovana Stranjanac stóð væl í málinum. Neistin hevði fleiri góð gjøgnumbrot, nøkur umráðandi kontramál og fann strikuna - vælleikandi Sáru Sigrunardóttir Mikkelsen - væl.

Neistin hevði eisini eina leiðslu gjøgnum tað mesta av fyrra hálvleiki, men Kyndil tók yvir seinastu løtuna og var á odda við trimum í steðginum.

[object Object]Sára Sigrunardóttir Mikkelsen spældi væl á strikuni og í miðverjuni. Hon skoraði fimm mál (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Neistin fekk tálmað Turið Arge Samuelsen, men kortini var hon av lyklunum til Kyndils-sigurin (Mynd: Sverri Egholm)

Álopsspælið hjá Kyndli var fyrstu løtuna darvað av, at Neistin ansaði so væl og rætt eftir Turið Arge Samuelsen. Brynja Høj vardi sum høgur tvey'ari og stóð til reiðar at forða Turið, hvørjaferð Kyndil gav bóltin upp og royndi í høvuðsheitinum at syrgja fyri, at nummar 33 ikki slapp at fáa bóltin og fáa ferð á. Kyndil flutti Turið nakað runt, og Nadja Pejovic fekk í fyrra hálvleiki meira pláss og fleiri góð mál.

Sum fráleið kom Turið eisini við, Bára Krossteig Hansen kom inn í áloið og gjørdi mun, Bjarta Johansen fekk fatur á fleiri bóltum á strikuni, og sum seinni hálvleikur leið bendi tað meira og meira á Kyndils-sigur - millum annað tí at Jovana Strajanac hevði stórbjargingar.

Neistin kom tó innaftur við einum megnaravriki seinastu løtuna. Kyndil nýtti samanlagt bert sjey útileikarar í dystinum, og orkan og yvirskoti tyktiskt vera burtur seinastu stóru tíggju minuttirnar, har tær í grønum bert skoraðu einaferð. Verjan hjá Neistanum var stinn, og unga Silja Arngrímsdóttir Müller hevði nakrar frálíkar bjargingar, har hon serliga stongdi frá vonginum. Fleiri ungar tóku eisini ábyrgd í álopinum, og Neistin hevði møguleika at avgera í síðsta álopinum, men Kyndil stóð ímóti.

Í longdi leiktíðni (2x5 min) kom gongd á málskjótingina. Fyrstu sjey álopini góvu mál, men síðani bjargaði Jovana væl, tá Sára kom til skot. Neistin javnaði í seinna hálvleiki og kundi lagt seg á odda í næsta álopinum, men Jovana bjargaði sínum fjórða brotskasti í dystinum. Síðani skoraði Inga Maria Roysdóttir til 30-29 við frálíkum lobbi av vonginum, og Kyndils-verjan helt Neistanum tvey tey seinastu álopini.

[object Object]Fagnaðurin á teimum í grønum (Mynd: Sverri Egholm)

FM-hálvfinalur

Onnur hálvfinala, Høllini á Hálsi
Kyndil - Neistin 30-29 eftir longda leiktíð (25-25 eftir vanliga leiktíð)

Toppskjúttar
Kyndil: Nadja Pejovic 7 mál, Turið Arge Samuelsen 7 mál
Neistin: Frida Holm Jacobsen 6 mál


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2023

44 Leygardagur 29. apríl 2023

Eingin ivi í Hoyvíkshøllini

H71 spældi ógvuliga góðan hondbólt og spældi seg í FM-finaluna. Stjørnan fekk ikki vart fyri og kom ikki til eins nógv frí skot sum í fyrstu hálvfinaluni

H71 var greitt omaná allarstørsta partin av hálvfinaluni í Hoyvík. Karin Egholm var ein av ungu spælarunum, sum skaraði framúr (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Stjørnan bjóðaði veruliga favorittunum úr Hoyvík av í fyrstu hálvfinaluni, sum undanfarna mikukvøld. Eitt mál skilti partarnar, og liðini høvdu als ikki trupulleikar við at skora mál.

Leygardagin var støðan øðrvísi. H71 kundi tryggja sær finalupláss við sigri, og tær á heimaliðnum tyktust sera uppsettar upp á at avgerða tingini. H71 var á odda 5-1, tá Stjørnan tók leikbrá eftir fýra og ein hálvan minutt. Hesa fyrstu løtuna skoraði heimaliðið fleiri kontramál, og Maria Halsdóttir Weyhe kom eisini heilt væl inn í dystin og skeyt nógv mál.

Stjørnan fekk munin niður á minus eitt, men H71 streyk skjótt avstað aftur. Um miðjan fyrra hálvleik kom Jana Mittún eisini av álvara í gongd við málskjótinga, og skoraði hon samanlagt heili 11 mál. Stjørnan royndi annars at ansa væl eftir Janu, og royndi eisini at gera tillagingar í millum annað miðjverjuni, men tað hjálpti ikki, og bjargingar manglaðu eisini.

[object Object]Stjørnan royndi at halda Janu Mittún...

[object Object]

...og Mariu Halsdóttir Weyhe. Tað eydnaðist tó samanlagt ikki væl 

[object Object]
Sum vant bjóðaði Tóra Eliasen ferð eftir ferð verjuni av (Myndir: Sverri Egholm)

Heimaliðið var uttan Lív Zachariasen, sum er føst í miðverjuni og ger stóran mun har. Lukka Arge spældi tó ein góðan dyst undir liðuni á Vár Zachariasen. Hesaferð hevði H71 sum heild betri tak á í verjuni, har millum annað Tóra Eliasen fekk meira mótspæl, hóast hon framvegis spældi ein góðan dyst. Sonja Sirdal á Bergi fekk ikki eins nógv burturúr sum í Klaksvík móti Janu Mittún, men var hon eisini darvað nakað av skaða.

Brynhild Pálsdóttir hevði skaða í fótinum, og var ikki við. Ístaðin spældi Karin Egholm á høgra vongi størsta partin av dystinum. Eins og heilt ungi vongurin hinumegin, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, spældi hon ein heilt góðan dyst.

Sum heild fleyt álopsspælið hjá H71 heilt væl. Nógv ferð var á, og eftir eina góða byrjan í seinna hálvleiki var allur ivi burtur. Hoyvíkskvinnur lidvu væl og virðiliga upp til favorittleiklutin. 


[object Object]
H71 skal komandi dagarnr spæla fyri greipuni (Mynd: Sverri Egholm)

FM-hálvfinalur

Leygardagin 22. apríl - hálvfinala 2 í Hoyvíkshøllini
H71 - Stjørnan 38-29 (21-15)

Toppskjúttar (H71): Jana Mittún 11 mál, Maria Halsdóttir Weyhe 7 mál
Toppskjúttar (Stjørnan): Julia Nalivko 10 mál, Tóra Eliasen 8 mál


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2023

45 Leygardagur 29. apríl 2023

Team Klaksvík tók aftur bronsuna

Dysturin í Høllini á Hálsi sveiggjaði nógv, men móti endanum helt Team Klaksvík høvdið kalt og vann við trimum á Neistanum

Eins og í Kollafirði fyri tveimum vikum síðani, kundi teir í Team Klaksvík stófegnast, eftir at teir vístu góðan stríðsanda og vunnu á útivølli (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

H71 og VÍF skulu í mai spæla FM-finalur. Liðini sum tey slógu út í hálvfinalunum hittust sunnudagin til bronsudyst.

Team Klaksvík hevur helst verið betri upplagt til dystin. Nestin spældi longda leiktíð í triðju og avgerandi hálvfinaluni í Hoyvík hóskvøldið og taptu við einum -  klaksvíkingar høvdu alla vikuna eftir tapið í Vestmanna undanfarna sunnukvøld.

Tað kann eisini vera, at tað merkir meira fyri Team Klaksvík enn Neistan at vinna bronsu; í øllum førum var 3-9, tá komið var um hálvan fyrra hálvleik. 

Neistin tók sær síðani um reiggj, skoraði 13 ferðir restina av hálvleikinum og var á odda við trimum í steðginum. Team Klaksvík kom tó væl út eftir steðgin, og eftir tíggju og ein hálvan minutt var tað pluss trý hinvegin.

Spenningur var tó í til seinasta minutt. Torstein Balle minkaði til 30-31, tá 70 sekund vóru eftir. Tað eydnaðist tó Nicolai Bliznov, ið skoraði átta mál, og síðani Jens Paula Poulsen at økja og at steingja dystin. 

Harvið kunnu teir hjá Team Klaksvík annað árið á rað fegnast um bronsuna. Felagið hevur flutt seg frameftir, og liðið kann, eins og Neistin, nú veruliga hyggja fram ímóti næsta kappingarárið.

[object Object]
Beinir Johannesen var øgiligur á strikuni og tryggur við brotskøstum. Formaðurin í Fólkaflokkinum skoraði níggju mál og varð toppskjútti í bronsudystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Burn-deildin, bronsudystir

Leygardagin 22. apríl, Høllin á Hálsi
Neistin - Team Klaksvík 30-33

Toppskjúttar: Beinir Johannesen 9 mál, Nicolai Bliznov 8 mál - Pauli Høj 7 mál

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2023

46 Leygardagur 29. apríl 2023

Stjørnan vann bronsuna

Eitt mál á muni var í bronsudystinum millum Neistan og Stjørnuna hóskvøldið

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað eydnaðist hóskvøldið Stjørnuni at vinna bronsuheiðursmerkið í SMS kappingini í hondbólti fyri kvinnur til Klaksvíkar.

Neistin og Stjørnan spældu bronsudyst á bláa gólvinum í Høllini á Hálsi, og tætti dysturin endaði 34-33 til klaksvíkskvinnur.

Stjørnan legði seg á odda beinanvegin, og onkra løtu eydnaðist Neistanum at koma upp á javnt, men tær bláu fóru ongantíð framum. Støðan í hálvleikinum var 17-15 til Stjørnuna.

Tóra Eliasen gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni við 11 málum. Maria Pálsdóttir Nólsoy bleiv toppskjútti hjá Neistanum við 13 málum.

Hetta er onnur bronsan sum er vunnin til hondbólt í Klaksvík í ár. Fyri lítlari viku síðani vann Team Klaksvík bronsuna við 33-30 sigri í dysti móti besta mansliðnum hjá Neistanum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2023

47 Leygardagur 29. apríl 2023

StÍF: Berkan heldur fram sum høvuðsvenjari

StÍF og Berkan Otman hava gjørt avtalu um at halda fram við samstarvinum komandi kappingarár

Rúni Rasmussen, formaður í StÍF, og Berkan Otman, høvuðsvenjari hjá StÍF
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

StÍF og Berkan Otman hava gjørt avtalu um at halda fram við samstarvinum komandi kappingarár. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi.

Berkan hevur seinasta kappingarár verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum, og hevur hann eisini havt høvuðsábyrgd fyri øllum dreingjaliðunum, og tað er hetta samstarvið, sum heldur fram. Ein av uppgávunum hjá honum er at menna og geva íblástur til hjáparvenjarar í øllum aldursbólkunum.

Samstarvið millum StÍF hevur verið gott og gevandi. Berkan hevur verið íðin og málrættaður í sínum arbeiði, og hevur ment hondbóltin og felagsskapin á teimum liðum, sum hann hevur havt ábyrgd av, skrivar StÍF.

39 ára gamli Berkan hevur drúgvar royndir sum venjari í heimlandinum, Turkalandi. Hann hevur verið venjari í bestu deild í heimlandinum, og eisini hevur hann m.a. verið venjari hjá U18 landsliðnum. Hann var í fleiri ár leikari á høgum stigi í Turkalandi; og var hann á ungdómslandsliðnum í nøkur ár.

Berkan hevur hægstu hondbóltsvenjaraútbúgvingina EHF Master Coach, og fegnast StÍF um, at tað hevur eydanst at leingja góða samstarvið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2023

48 Leygardagur 29. apríl 2023

Sær tungt út hjá AB

07 Vestur gagnnýtti yvirtalið og fekk fult á Argjum. B36 heldur fram at bjóða av, og er eftir harðvunnan sigur á Eiði frammanfyri grannarnar í Gundadali

Bæði 07 Vestur og B36 vunnu smalar útisigrar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sætta umfar - talan er um útsetta 3. umfarið - varð spælt týskvøldið og mikukvøldið í vikuni.

B36 ætlar sær at bjóða av heilt frammi í oddinum í ár, og higartil sær tað gott út. HB er higartil einasta liðið, sum hevur fingið stig móti liðnum hjá Dan Brimsvík. Mikukvøldið vann B36 á Eiði, har EB/Streymur gjørdi tað trupult. Valerijs Sabala var ein, ið misnýtti fleiri málmøguleikar, og heimaliðið javnaði við brotssparki og helt síðani B36 til 72. minutt.

Málið hjá Bjarka Nielsen, ið hevur spælt ógvuliga væl í seinastuni, gjørdist avgerandi. Vongurin var  knappur á returbólti - hann varð skiftur inn stutt frammanundan.

Í morgin vitjar KÍ til satt oddabrak í Gundadali. Tá fer Taufee Skandari at mangla - enski miðvallarin fekk reytt kort fyri at skumpa Jákup Hummeland og síðani koyra nevan móti búkinum hjá Boga Reinert-Petersen í spentari støðu síðst í dystinum.

[object Object]
Bjarki Nielsen hevur verið við í minsti einum máli í øllum sigrunum hjá B36 í ár (Mynd: Sverri Egholm) 

Á Argjum er einki serligt fótbóltslag. AB hevur tapt allar sínar seks dystir í Betrideildini, og 07 Vestur hevur nú sjey stig.

Hetta er greitt, eftir tað sum hendi í seinna hálvleiki á Argjum mikukvøldið. Tíggju minuttir eftir steðgin fekk Bjarni Skála sítt seinna gula kort, og 07 Vestur gjørdi dælt av hesum. Leiðslumálið kom í 72. minutti - tað syrgdu sanvágsmenn fyri - síðani kom Uros Stojanov á máltalvuna aftur, áðrenn AB fekk sítt fyrsta mál í landskappingini, men tá var tað ov seint.

Fyrr mikukvøldið vann ÍF í Trongisvági og vann seg upp á 4. plássi.

Tað vóru ikki spæld fleiri enn 90 sekund, so lá bólturin í TB-málinum. Annar av áleyparum, Hans Jákup Lervig, varð sendur avstað í høgru og hann smekkaði til úr spískum. Skotið var hart og gott, men ein royndur málverji hevði helst tikið tað.

Hetta gjørdist einasta mál í dystinum.

KÍ vitjaði á Svangaskarði og vann ein tryggan 5-0 sigur á B68.

Týskvøldið spældu HB og Víkingur javnt, 1-1 í Gundadali.

Betrideildin 3. umfar (umfar nummar 6) - útsett frá 19. mars

TB - ÍF 0-1 (0-1)
02' Hans Jákup Lervig (Elvio Gelmini) 0-1

AB - 07 Vestur 1-2 (0-0)
72' Høgni Egilstoft Nielsen (Julian Mouritsen) 0-1
77' Uros Stojanov (Magnus Holm Jacobsen) 0-2
90 (+2)' Nicklas Mehl 1-2
Reytt kort: Bjarni Skála (56')

EB/Streymur - B36 1-2 (1-1)
02' Michal Przybylski (Jann Benjaminsen) 0-1
35' Bogi Reinert-Petersen (br) 1-1
73' Bjarki Nielsen 1-2

B68 - KÍ 0-5 (0-2) 
03' Páll Klettskarð (Claes Kronberg)
44' Páll Klettskarð (Árni Frederiksberg)
46' Árni Frederiksberg
65' Páll Klettskarð (Claes Kronberg)
70' Claes Kronberg

HB - Víkingur 1-1 (1-0)
42' Áki Samuelsen (Viljormur Davidsen) 1-0
56' Bergur Gregersen (Olaf Bárðarson) 1-1

Støðan í Betrideildini 
1. KÍ 18 stig
2. B36 15 stig
3. HB 14 stig 
4. ÍF 9 stig 
5. Víkingur 8 stig 
6. 07 Vestur 7 stig
7. EB/Streymur 7 stig 
8. TB 4 stig 
9. B68 3 stig   
10. AB 0 stig

Sjeynda umfar í Betrideildini verður spælt í morgin, sunnudagin 30. apríl:

Kl. 14: B36 - KÍ
Kl. 15: Víkingur - EB/Streymur
Kl. 15: 07Vestur - HB
Kl. 15: AB - TB
Kl. 17: ÍF - B68

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2023

49 Leygardagur 29. apríl 2023

B36 gjørdi bart og sendi KÍ út

Andrass Johansen og Hannes Agnarsson skoraðu tey bæði málini í dystinum - bæði komu tíðliga í seinna hálvleiki, og KÍ megnaði ikki at svara aftur

Andrass Johansen og hinir í B36 vóru ógvuliga stríðsfúsir og eisini effektivir. Andrass legði B36 á odda tíðliga í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Bæði liðini, sum spældu steypafinalu í fjør, eru úti eftir fyrsta umfar. Hetta gjørdist greitt leygarkvøldið, tá KÍ tapti móti B36. Fríggjakvøldið taptu steypavinnararnir Víkingur eftir longda leiktíð móit HB í Sarpugerði.

KÍ byrjaði við Sivert Gussiås og ikki Páll Klettskarð í álopinum, og hetta tænti ikki álopsspælinum hjá KÍ. Útiliðið flutti bóltin væl í løtum í fyrra hálvleiki, men talan var um vantandi neyvleika á seinasta triðinginum, og tað manglaði samanlagt vit og hvassleiki í hjá útiliðnum. Størsti møguleikin hjá KÍ hevði fyri steðgin var, tá bólturin endaði hjá Luc Kassi í samband við hornaspark, men norðmaðurin skeyt uppum. Løtu frammundan var Mads Boe Mikkelsen sendur avstað, royndi at fara framvið Mattiasi Lamhauge, ið var komin út, men fekk eitt lítið skump. Floytan hjá Eileri Rasmussen var tó kvirr.

B36 royndi at trýsta høgt til tíðir, uttan at tað eydnaðist serliga væl. Hinvegin eydnaðist eitt heilt væl: At verja egna brotsteig. Sonni Ragnar Nattestad, ið avloysti skadda Andrias Eriksen í upphitingii, og serliga svenski Isak Jönsson ruddaður ofta burtur, og so spældi serliga vinstri bakkurin, Magnus Egilsson, ein góðan dysti.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Tað eydnaðist at hótta KÍ-verjuna fyrsta korterið av seinna hálvleiki, og tá skoraði B36 tvey góð mál. Fyrst var tað innskifti Hannes Agnarsson, ið fann Andrass Johansen, sum veruliga ger mun á miðvøllinum, og fimm minuttir seinni breyt vælupplagdi Bjarki Nielsen ígjønum í vinstru og legði flatt innfyri til árvakna Hannes í málteiginum. 

[object Object]Málið til 2-0 (Mynd: Sverri Egholm)

Kí royndi at leggja eitt trýst seinasta hálva tíman og komu til nakrar góðar støður og nakrar stórar møguleikar. Jákup Biskopstø Andreasen stútaði beint uppum í samband við frísparksinnlegg, innskifti Páll Klettskarð rakti yvirleggjaran, og so var Luc Kassi aftur nær við einaferð. Tó manglaði neyvleiki í brotsteigum og eisini í nøkrum innleggum og sendingum, ið kundu gerast avgerandi.

B36 spælararnir offraðu seg veruliga, komu fyri nogv og hóttu eisini hinvegin. Størsta møguleikan fekk Hannes. Kviki áleyparin varð sendur avstað men valdi at spæla heldur tíðliga ístaðin fyri at taka eina nerting afturat ella skjóta sjálvir.

[object Object]Dan Brimsvík og hinir í venjaratoyminum stórfegnast tá dómarin Eiler Rasmussen bríkslar dystin av (Mynd: Sverri Egholm)

1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2023 - Áttandapartsfinalur
Leygardagin 22. apríl

B36 - KÍ 2-0 (0-0)
53' Andrass Johansen (Hannes Agnarsson) 1-0
59' Hannes Agnarsson (Bjarki Nielsen)

AB - FC Suðuroy 1-0 (0-0)
90 (+3)’ Brian Jakobsen 1-0

TB - B68 0-1 (0-1)
78' Jørgen Nielsen 0-1
Reyð kort: Chris Jastrzembski (32') og Jens Erik Bruhn (65') 

ÍF - 07 Vestur 0-2 (0-1)
2' Uros Stojanov 0-1
90 (+3)' Jón í Horni Nielsen 0-2

Fríggjadagin 21. apríl

NSÍ - MB 14-0 (4-0)
1-0 Steffan Løkin
2-0 Atli Djurhuus Petersen
3-0 Jógvan Højgaard
4-0 Oddur Højgaard
5-0 Jógvan Højgaard
6-0 Hans Marius Davidsen
7-0 Mamuka Toronjadze
8-0 Andri Benjaminsen
9-0 Teitur Knudsen
10-0 Pætur Hentze
11-0 Betuel Hansen
12-0 Steffan Løkin 
13-0 Beinir Nolsøe
14-0 Jógvan Højgaard

Skála - B71 3-1 (0-0)
53' Carlos Ferreira 1-0
56' Meinhard Janusarson (Carlos Ferreira) 2-0
63' Marjus Nón (Hanus Mikkelsen) 3-0
74' Hans Oddson Hentze 3-1

FC Hoyvík - EB/Streymur 0-6
5' Tóki Johannesen (Gutti Dahl-Olsen) 0-1
13' Gutti Dahl-Olsen (Bergur Poulsen) 0-2
50' Bogi Reinert Petersen (br. - Jákup Hummeland) 0-3
61' Jákup Hummeland (Gutti Dahl-Olsen) 0-4
65' Virgar Jónsson (Bergur Poulsen) 0-5
85' Filip Djordjevic (Hans Pauli á Bø) 0-6

Víkingur - HB 1-2 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga leiktíð)
17' Hanus Sørensen (Adrian Justinussen) 1-0
55' Arnbjørn Svensson (Geza David Turi) 1-1
114' Áki Debes Samuelsen (Viljormur Davidsen)  1-2

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2023

50 Leygardagur 29. apríl 2023

Grannauppgerðir í fjórðingsfinalunum

Lutakastið til fjórðingsfinaluna háttaði seg so, at HB og B36 hittast í fjórðingsfinalu í mai. Harvið er eisini greitt, at eitt finalulið verður, sum er uttan fyri topp-fýra

HB vann 2-0 á B36, tá liðini hittust fyrstí mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Stutt eftir at seinasti dysturin í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið var av, var lutakast í Televarpinum.

HB varpaði steypavinnararnir Víking úr steypakappingini fríggjakvøldið, og B36 basti KÍ leygarkvøldið. Harvið var lagt upp til, at liðini uttan fyri tað, sum hevur verið "topp-fýra" í Betrideildini seinastu árini, høvdu betri møguleika at koma langt.

[object Object]
B36-fagnaður eftir 2-0 sigurin á KÍ í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Og HB-fagnaður í Sarpugerði fríggjakvøldið. Skjótt bresta grannarnir saman, har hálvfinalupláss er upp á spæl (Mynd: Sverri Egholm)

Hesin møguleikin er størri, nú lutakastið til fjórðingsfinalurnar hava verið. B36 og HB vera parað og verður liðið, sum kemur víðari úr hesum dystinum stórfavorittur at koma víðari. 

Bæði EB/Streymur og B68 fáa 1. deildarmótsstøðu á heimavølli. Í báðum førum kann gerast talan um lumpisligar uppgávur, og hjá B68 er talan um grannauppgerð. 

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið:
EB/Streymur - Skála
B36 - HB
B68 - NSÍ
AB - 07 Vestur

Dystirnir verða spældir týsdagin 9. mai

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2023

51 Leygardagur 29. apríl 2023

Dalibor Savic hevur sagt upp - Jákup Martin tekur yvir

HB hevur nú aftur nýggjan høvuðsvenjara. Talan er um gamla hjálparavenjaran, Jákup Martin Joensen, ið segði seg úr starvi í síðsta mánaði

- Dalibor Savic hevur ynskt at verða loystur úr starvi sum høvuðsvenjari hjá Betri monnum, og fara heim til familjuna í Svøríki. Nevndin í HB hevur góðtikið uppsøgnina
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Dalibor Savic hevur ynskt at verða loystur úr starvi sum høvuðsvenjari hjá Betri monnum, og fara heim til familjuna í Svøríki. Nevndin hevur góðtikið uppsøgnina. Vit takka Dali fyri tað arbeiðið hann hevur lagt í felagið, og ynskja honum alt tað besta í framtíðini.

Hetta skrivaði Havnar Bóltfelag á heimasíðu sínari hósdagin. Søgur hava gingið um, at starvið hjá svianum var í vanda, men nú hevur felagið so kunnað um nýggju støðuna í Gundadali.

Nevndin hevur valt at seta "ein gamlan kenning" í starv. Jákup Martin Joensen, sum í nakrar mánaðir var hjálparvenjari, verður høvuðsvenjara restina av hesum kappingarárinum. 

- Í honum meta vit at vit hava ein skikkaðan venjara, sum kann føra arbeiðið hjá Dali víðari, og samstundis kann vera við til at røkka tey mál, sum vit sum felag hava sett okkum.

[object Object]
Jákup Martin Joensen saman við gamla formanninum í HB, Páll Mohr Joensen, tá hann tók við sum hjálparvenjari hjá Dalibor Savic (Mynd: hb.fo)

Jákup Martin byrjar í starvinum beinanvegin, kunnar HB um. Hann segði seg úr starvi seint í mars eftir nakað av rumbli. 46-ára gamli venjarin stóð á odda fyri EB/Streymi í fýra kappingarár, áðrenn hann kom til HB. 

Undir Dalibor Savic hevur HB ikki tapt ein dyst í ár. Liðið hevur vunnið fýra útav seks dystum í Betrideildini og er á 3. plássi við 14 stigum. HB kom víðari í steypakappingini við sigri í Sarpugerði móti steypavinnarunum Víkingi. Týskvøldið spældi HB javnt á heimavølli móti Víkingi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2023

52 Leygardagur 29. apríl 2023

Klaksvíkskvinnur leggja seg á fyrsta pláss

FM-favorittarnir eru nú einsamallar á odda í bestu fótbóltsdeildini hjá kvinnum

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fýra dystir vórðu leiktir farna vikuskiftið í bestu fótbóltsdeildini hjá kvinnum, og FM favorittarnir liggja nú einsamallar á fyrsta plássi við fullari úrtøku eftir trý umfør.

Ein dystur varð leiktur leygardagin, tá 07 Vestur tók ímóti felagsliðnum úr Suðuroynni. Og við 3-0 sigri hava vágakvinnur fingið eina sera góða byrjan upp á kappingarárið við seks stigum eftir tríggjar dystir.

HB leikti sín fyrsta dyst sunnudagin. Tað gjørdu tær reyðu og svørt-klæddu í Runavík ímóti NSÍ, sum undan hesum umfarinum hevði fulla úrtøku. Runavíkskvinnur løgdu seg á odda eftir 12 minuttir, men í seinna hálvleiki javnaði HB til 1-1 eftir brotsspark.

Í Gundadali var eingin ivi. EBS/Skála var á vitjan hjá B36, og tær hvítu vunnu heili 4-0.

FM-favorittarnir KÍ vóru á vitjan hjá Víkingi í Sarpugerði, og hóast tær bláu komu afturum longu í fyrsta minutti reistust tær av álvara, og vunnu 5-1.

KÍ hevur nú níggju stig og liggur á fyrsta plássi. NSÍ misti í FM-stríðnum, og liggur nú á øðrum plássi við 7 stigum.

Úrslit í 5. umfari (3. umfar)

07 Vestur - TB/FCS/Royn 3-0 (2-0)
30' Mona Sunnuvudóttir Poulsen 1-0
34' Eir Randrup 2-0
65' Evelin Da Silva Mastropasqua 3-0

NSÍ - HB 1-1 (1-0)
12' Mirjam Huneck 1-0
66' Elin Maria Isaksen 1-1 brotsspark

Víkingur - KÍ 1-5 (1-2)
1' Mona Rasmudóttir 1-0
20' Tóra Mohr 1-1
33' Tóra Mohr 1-2
72' Tóra Mohr 1-3
74' Eyðvør Klakstein 1-4
79' Durita Hummeland 1-5

B36 - EBS/Skála 4-0 (2-0)
6' Olga Kristina Hansen 1-0
10' Elsa Splidt Jacobsen 2-0
54' Elsa Splidt Jacobsen 3-0
75' Livyan Kétille Borges Silva 4-0

Støðan Betri deildin kvinnur

1. KÍ 9 stig (3 dystir)
2. NSÍ 7 stig (3 dystir)
3. 07 Vestur 6 stig (3 dystir)
4. B36 4 stig (3 dystir)
5. HB 1 stig (1 dystur)
6. Víkingur 1 stig (2 dystir)
7. EBS/Skála 0 stig (2 dystir)
8. TB/FCS/Royn 0 stig (3 dystir)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2023

53 Leygardagur 29. apríl 2023

Rannvá hevur nú skorað yvir 700 ferðir

Hetta fyri besta liðið hjá KÍ. Nú 42-ára gamla klavíkskvinnan kom framvið runda talinum í steyadysti týskvøldið, har Rannvá Biskopstø Andreasen gjørdi fýra mál

Rannvá Biskopstø Andreasen eftir ein av sínum mongu málum í bláa búnanum. Metmálskjúttin hevur spælt á besta liðnum hjá barndómsfelagnum síðani 1995 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hon er tann mest skorandi í fremstu deildunum í Føroyum, og týskvøldið legði Rannvá Biskopstø Andreasen fýra mál afturat metinum. Hetta var, tá KÍ tók ímóti ÍF í fyrsta umfari í steypakappingini.

Við málunum til 2-0 og 3-0, tað seinna kom í 20. minutti, rakti Rannvá eitt serligt mark: 700 mál samanlagt á besta liðnum. Í seinna hálvleiki skoraði nummar níggju hjá KÍ tvær ferðir afturat, og hevur harvið 702 mál í 588 dystum í øllum kappingum sambært FaroeSoccer. Her eru evropeiskir dystir taldir við. 

[object Object]
Heilt góðu hagtølini hjá Rannvu Biskopstø Andreasen fyri besta liðið hjá KÍ (Mynd: FaroeSoccer)

Rannvá Biskopstø Andreasen er nú 42-ára gomul. Seinastu árini hevur hon verið darvað av skaðum og ikki føst í byrjanaruppstillingini hjá KÍ, so hetta flotta miðaltalið var uppaftur flottari fyri nøkrum árum síðani. 

Roynda Rannvá B. Andreasen við teimum næstan óteljandi gullheiðursmerkjunum - 38 í lands- og steypakapping - spælir framvegis á sín hátt ein týðandi leiklut fyri barndómsfelagið. Hetta serliga við sínum royndum, vinnarahugburði, máltevi og dygdum á bóltinum - m.a. spælskilinum og sterka vinstra beininum. Hon hevur spælt á besta liðnum hjá KÍ í 28 ár.

[object Object]
Enn eitt FM til KÍ og familjuna. Rannvá Biskopstø Andreasen (t.v.) saman við tvíburðasystruni Ragnu Patawary (t.h). Tær komu á besta liðið hjá KÍ sum 15-ára gamlar í 1995. Milum tær eru dóttir Ragnu - 18-ára gamla Ragna Patawary.

Rannvá hevur eisini skorað 26 mál í 55 A-landsdystum fyri Føroyar, vísir skrásetingin hjá Fótbóltssambandi Føroya.

KÍ vann sum væntað stórt á ÍF, sum spælir í næstbestu deildini. Tað endaði 12-0 í Klaksvík. Fjórðingsfinalurnar verða spældir 7. mai, og tá skal KÍ møta HB í Havn.

Hinir dystirnir í fjórðingsfinalunum eru hesir:
Víkingur - TB/FCS/Royn
07Vestur - NSÍ
EBS/Skála - B36

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2023

54 Leygardagur 29. apríl 2023

Petur skoraði í sínum fyrsta Superliga-dysti frá byrjan

Talan var um ein frálíkan stútara, ið Petur Knudsen legði Lyngby á odda við í Odense. Leiðslan helt tó ikki, men Lyngby er nú ikki longur aftast, og føroyingurin fær rós

Petur Knudsen gjørdi bart, nú hann fekk møguleikan frá byrjan í bestu donsku deildini. Lyngby stríðist framvegis fyri lívinum (Mynd: Lyngby BK)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Petur Knudsen er loksins komin fyri seg eftir eftir drúgvan skaðsteðg. Álopskendi spælarin úr Saltangará varð í fjør skurðviðgjørdur fyri "sportsbrokk", men hevur í vetur vant meira og meira, og fyrr í mánaðinum fekk Petur sínar fyrstu minuttir í Superliguni.

Mánakvøldið var hann fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu í bestu donsku deildini, og gav hetta úrslit fyri Lyngby. Í øllum førum við tí at, at Petur Knudsen legði Lyngby á odda í Odense. Hetta var tá 25-ára gamli áleyparin stóð púra fríur í samband við hornaspark tíggju minuttir fyri steðgin og stútaði bóltin hegnisliga í einum bletyum boga í longa málhorn.

Petur Knudsen hevði stóran møguleika fyrr í hálvleikinum og vísti seg sum heild væl fram. Lyngby økti tíðliga í 2. hálvleiki, men OB svaraði aftur. Eftir 1-2 málið varð Petur skiftur út - tað er næstan júst eitt ár síðani, at hann gjørdist skaddur. Løtu seinni bjargaði Lyngby-málverjin brotssparki, men OB javnaði í 74. minutti við beinleiðis frísparki.

Ta eina stigið merkir, at Petur og Lyngby nú ikki longur eru aftast. Liðið er eitt stig framman fyri AaB. Fimm stig eru upp til bjargingina, nú seks umfør eru eftir. Næsta uppgáva hjá Lyngby er sannur gysari móti AaB á heimavølli sunnudagin.

Í stóra danska fótbóltsmiðlinum Tipsbladet, fær Petur rós fyri dagsins avrik: 

- Petur Knudsen var 10. apríl aftur eftir skaðasteðg í 352 dagar, og í dag byrjarði áleyparin so inni. Hesa avgerðina angrar Freyr Alexandersson (venjarin hjá Lyngby, red.) ikki. Sonurin hjá legenduni við topphúgvuni, Jens Martin Knudsen spældi ein flottan dyst og skoraði eitt frálíkt mál í fyrra hálvleiki við stútara(...) hann kann fegnast yvir sítt avrik, tá hann leggur høvdið á koddan í kvøld.

[object Object]
Freyr Alexandersson og Petur Knudsen - venjarin og málskjúttin hálsfevnast (Mynd: Lyngby BK)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2023

55 Leygardagur 29. apríl 2023

Fleyr fekk einki gjørt við Mjølnir í fyrru finaluni

Klaksvíkingar spældu væl og vunnu 3-0 í Badmintonhøllini. Seinna FM-finalan og møguligt gullsett um føroyameistaraheitið verður á Hálsi í Havn seinnapartin

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrra FM-finalan í flogbólti hjá monnum var á skránni í Klaksvíkar Badmintonhøll hóskvøldið. Undan dystinum var heimaliðið mett sum rímiliga greiður favorittur, og livdi Mjølnir eisini upp til hetta.

Tað leikaði annars javnt á fyrstu løtuna í fyrsta setti, men sum fráleið fór heimaliðið frá og vann við seks stigum.

Í 2. setti legði Fleyr betri út, men skjótt tók Mjølnir yvir. Heimaliðið fekk blokkin at sita og eisini sløgini. Leikandi venjarin Christian Imhoff kom av álvara í gongd, og Mjølnir koyrdi at enda ein tryggan sett-sigur heim.

Í seinasta setti var ongantíð veruliga nakar ivi. Fleyr fekk lagt nakað av trýsti á, tá Phil Freere servaði, men annars var Mjølnir omaná. Móttøkurnar hjá Símuni Poulsen og hinum vóru sum heild góðar, blokkurin var framvegis stinnur og sum setti leið, var tað bert ein spurningur um tíð.

Tað liggur til, at Mjølnir tekur føroyameistaraheitið og harvið eisini greipuna. Fleyr skal fyrst vinna trý sett og síðani eitt gullsett í seinni finaluni leygardagin fyri at vinna FM. Tann dysturin byrjar klokkan 17.

FM-finalur
Fyrra finalan hjá monnum: 
Hósdagin 27. apríl - Klaksvíkar Badmintonhøll
Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-19, 25-20, 25-16)

Seinna finalan: Leygardagin 29. apríl kl. 17 á Hálsi


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2023

56 Leygardagur 29. apríl 2023

Flogbóltur: SÍ var sannførandi í fyrru finaluni

SÍ-Fleyr 3-0 (25-21, 25-18, 25-20)

 
SkrivaÐ:

Innsent

Mikukvøldið leiktu SÍ og Fleyr fyrru FM-finaluna í flogbólti fyri kvinnur í Kollafirði. Orsaka av hallarumstøðunum í Sørvági, hevði SÍ gjørt av at flyta teirra heimavøll til Kollafjørð í sambandi við FM-finalunar.

Sørvágskvinnur lótu ongan iva vera um, hvat tær vildu við kappingarárinum í ár, og talan gjørdist ongantíð um eina veruliga spennandi finalu. Tá settini skuldu avgerðast, var slagstyrkin hjá SÍ-kvinnunum avgerðandi.

Í næstsíðsta landskappingardystinum hjá SÍ, sum var júst ímóti Fleyr, fór ukrainska Svitlana Shvanska skadd av vøllinum. Hon leikti síðani ikki hin síðsta landskappingardystin ímóti Mjølnir og ivasamt var, um hon mundi fara at gerast dystarklár til FM-finalurnar.

Svitlana var við í finaluni í gjárkvøldið, og var hon stóri munurin á liðunum báðum. Fleyr manglaði slagstyrki í avgerðandi løtunum, ímeðan tað í stóran mun var Svitlana, sum stóð fyri hesum hjá SÍ.

Í øllum trimum settunum fylgdust liðini hampuliga væl í byrjanini, men tá støðurnar gjørdust avgeraðandi, var SÍ meira sannførandi, og vann øll settini óvæntað lættliga.

SÍ er nú á odda 1-0 í finaluumfarinum, og um tær vinna aftur á stóra finaludegnum í dag, gerast tær føroyameistarar. Um Fleyr vinnur dystin í dag, skal meistaraheitið avgerðast við einum gullsettið aftan á dystin.

Seinna finalan millum SÍ og Fleyr verður í dag kl. 14 í høllini á Hálsi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2023

57 Leygardagur 29. apríl 2023

Vildu geva Rajko sigurin áðrenn hann gevst

Flogbóltur: Kvinnuunglingarnir hjá SÍ eru føroyameistarar

(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Innsent

SÍ - Fleyr 3-1 (25-27, 25-17, 25-14, 25-16)

Finalan fyri kvinnuunglingar í flogbólti varð leikt í høllini í Kollafirði mánakvøldið. SÍ og Fleyr høvdu leikt seg í finaluna, og var hetta tí ein endurtøka av steypafinaluni fyrst í mars, sum Fleyr vann.

Talan gjørdist ongantíð om ein veruliga spennandi dyst. Til tað vóru sørvágskvinnurnar ov sannførandi. Tað tóktist sum tær vóru stálsettar at geva venjara teirra, Rajko Petrovich hendan sigurin áðrenn hann gevst, sum venjari teirra.

SÍ var á odda í øllum fýra teimum leiktu settunum, men í fyrsta settið megnaði Fleyr tó at toga seg framum, eftir at SÍ hevði haft ein settbólt og vinna hetta settið við 25-27. Tey næstu trý settini var SÍ munandi betri, og ongin ivi var nakrantíð um, at tær fóru at vinna hesi settini og harvið føroyameistaraheitið.

Besti leikari hjá SÍ í finaluni var Sofía Weihe Simonsen, og besti leikari hjá Fleyr var Sára Rannváardóttir Vatnhamar.

[object Object]Rajko Petrovic (Mynd: Jens Kr. Vang)

Rajko hevur tveir dystir eftir

Hetta var triðsíðsta finalan hjá legendariska venjaranum, Rajko Petrovich, fyri SÍ. Rajko gevst sum venjari hjá SÍ eftir hetta kappingarárið, og einastu dystirnir hann hevur eftir á hesum sinni eru finalurnar hjá besta kvinnuliðnum hjá SÍ móti Fleyr.

Fyrra finalan varð leikt mikukvøldið í Kollafirði og síðani seinnu avgerandi finaluna í Havn í dag kl. 14.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2023

58 Leygardagur 29. apríl 2023

Kurvabóltur: Sporðdrekin best frá byrjan

Fyrstu dystirnir í FM finalunum í kurvabólti vóru leiktar farna leygardag

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hjá kvinnunum spæla Sporðdrekin og Hamar um FM-heitið og hjá monnunum eru tað Sporðdrekin og Ravnur sum spæla. Heilt fitt av fólki var komið at hyggja eftir dystunum á Argjahamri. Áskoðarar fingu eisini gott kurvabóltsspæla at síggja í báðum dystunum.

Til kvinnudystin má sigast, at Sporðdrekin er at rokna sum favorittur at vinna. Sporðdrekin lat heldur ongan iva verða, at tær ætla sær at endurvinna FM-heitið. Hamar var tó best frá byrjan og vóru á odda í byrjani. Sporðdrekin fekk fótað sær rímiliga tíðliga í næsta fjórðingi, og koma á odda tá og øktu um leiðsluna tað sum eftir var av dystinum.

Tá avtornaði vann Sporðdrekin fyrstu finaluna 46-23. Hóast greiðan sigur til Sporðdrekan var tað Maria Suma Poulsen hjá Hamar, sum gjørdist toppskorari við 16 stigum.

Í mansfinaluni hittast tey bæði liðini, ið hava verið klárt tey sterkastu í grundspælinum, Sporðdrekin og Ravnur.

Innanhýsis dystirnir millum Ravn og Sporðdrekan eru søguliga sera tættir og intensir dystir. Dysturin gjørdist tó ongantíð so øgiliga tættur, sum bæði vónað og væntað.

Ravnur fekk ein heldur keðiliga byrjan, har lyklaleikarar hjá teimum fingu feiltrupulleikar, sum høvdu við sær, at teir máttu situ nógv uttanfyri sum útskiftarar. Sporðdrekin gjørdi sær dælt av støðuni, og legði nógv fyri og fekk eina trivaliga leiðslu. Tað var serliga Sporðdreka leikarin Dánjal Hansen, sum skaraði framúr í dystinum við heili 30 stigum. Dysturin endaði við 56-29 sigri til Sporðdrekan.

Finalurnar í kurvabólti verða leiktar sum best av trimum. Úrslitini frá fyrstu dystunum hevur við sær, at Sporðdrekaliðini kunnu tryggja sær meistaraheitini tá liðini hittast aftur til aðru finaludystirnar, sum vórðu spældir í gjárkvøldið. Um tað er neyðugt við einum alt avgerðandi triðja dysti, so verður hann leiktur í dag.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2023

59 Leygardagur 29. apríl 2023

Ólavur Kjølbro føroyameistari í billard

Vann á Páll Hera Nolsøe, sum var føroyameistari í fjør

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Nýggi føroyameistarin í billard fyri einstaklingar eitur Ólavur Kjølbro og er úr Havnar Billardfelag.

Hann vann leygardagin FM-finaluna á verandi FM meistara av Tvøroyri, Páll Hera Nolsøe. Nummar trý gjørdist Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag.

Hetta er fyrstu ferð í 18 ár, at FM gullið fyri einstaklingar fer til Havnar Klubba, nú Havnar Billardfelag. 

Herfyri vann Havnar Billardfelag eisini føroyameistarakappingina fyri lið. Tá var Ólavur Kjølbro á liðnum saman við Jógvan Jørgensen. 

[object Object]

Finaludysturin gjørdist ikki sørt spennandi, nú verandi føroyameistarin av Tvøroyri í hálvfinaluni setti føroyskt billardmet við at vinna dyst eftir einans trý umfør og hevði metúrslitið góð 166 eygu í meðal.

Hetta rimmar úrslit koppaði tó ikki mótstøðumanninum í finaluni, Ólavi Kjølbro, sum vann ein rættiliga tryggan sigur. Ólavur hevði eitt miðal uppá 50 eygu, meðan Páll Heri hevði 40 eygu í miðal. 

[object Object]Páll Heri Nolsøe, silvurvinnari í 2023

Vert er at bíta merki í, at umframt Ólav Kjølbro sum nýklæktan føroyameistara og gullvinnara,  so eru bæði silvur- og bronsuvinnararnir í dag, Páll Heri Nolsøe og Kristian Suni Høgnesen  fyrrverandi føroyameistarar í billard. 

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2023

60 Leygardagur 29. apríl 2023

Páll Heri setti føroyskt met í billard

Páll Heri Nolsøe og Ólavur Kjølbro eru í finaluni í føroyameistarakappingini í billard fyri einstaklingar

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað tók allar føroyskar billardspælarar á bóli, tá verandi føroyameistarin, tann ungi tvørámaðurin Páll Heri Nolsøe, leygardagin setti eitt rimmar føroyskt billardmet.

Hann megnaði at vinna seg í finaluna við einum stórsigri á fleirfalt føroyameistaranum úr Klaksvík, Kristian Suna Høgnesen við einum úrsliti vit ongantíð áður hava sæð innan føroysku billardítróttina.

Tað skuldu einans trý umfør til, tá Páll Heri náddi magiska talinum 500, og vann sær annað plássið í finaluni. Við hesum úrslitinum, sum eingin í føroyskum billard hevur verið nær námind áður, fekk hann eitt nærum ræðandi meðaltal uppá 166,66 eygu. 

[object Object]Páll Heri Nolsøe setti føroyskt met í FM-hálvfinaluni 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2023

61 Leygardagur 29. apríl 2023

Til Danmarkar at boksa um DM

David Kunoy og Teitur Anand ætla sær fleiri DM-heiðursmerki

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tveir nevaleikarar frá Tórshavn Boksing eru farnir til Danmarkar, har teir skulu vera við í danmarksmeistarakappingunum fyri byrjarar, sum fara fram í Ryomgaard á Djurslandi hetta vikuskiftið.

Tað eru teir báðir, Teitur Annand og David Kunoy, sum skulu royna seg.

Teitur boksar fyri fyrstu ferð í vektflokkinum 60-63,5 kilo, meðan David er í flokkinum beint omanfyri, 63,5-67 kilo.

Teir hava báðir verið í harðari venjing upp til hesa kappingina, og sambært Martin Meng, venjara og formanni í Tórshavn Boksing, eru teir í toppformi og hava sett sær fyri at fara allan vegin, og helst fáa gull um hálsin.

Teir hava í hvussu so er fingið fleiri royndir í boksiringunum nú enn fyri einum ári síðani, tá teir fingu silvur við heim frá DM-kappingini.

Tórshavn Boksing stroymir live frá dystunum hjá teimum báðum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2023

62 Leygardagur 29. apríl 2023

Jiu-jitsu: Sjey heiðursmerki til føroyingar

Hetta var fyrstu ferð, at føroyskir jiu-jitsu íðkarar kappaðust uttanlands

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyrsta ferðin hjá einum føroyskum liði at kappast í stríðsítróttin brasilianskt jiu-jitsu, endandi sjey heiðursmerkium

Farna vikuskiftið var árliga Danish Open Jiu-Jitsu kappingin í Hillerød. Tá vóru fimm íðkarar úr Føroyum við. Hesir íðkarar umboðaðu báðar jiu-jitsu skúlarnar í Føroyum, Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu og BJJ Vágar.

Yvir túsund tilmeldingar vóru úr 29 londum til hesa kappingina. Eitt av hesum eru Føroyar, sum er tað landið, ið hevði flest pr. Íbúgva.

Kappingin var býtt upp eftir aldur, kyn, vekt og belti. Kappast var bæði við og uttan jiu-jitsu búnan (GI og No-GI). Tey fimm, sum fóru til Danmarkar at kappast, vóru:

Áron Joensen (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu), fekk bronsu heiðursmerki
Bjartur Bernhardson Thomsen (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu), fekk silvur heiðursmerki
Djóni Strømsten (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu og BJJ Vágar), fekk tvey silvur heiðursmerki
Eliane Campos Klein (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu) fekk silvur heiðursmerki
Levi Jakobsen (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu) fekk eitt silvur og eitt bronsu heiðursmerki

Føroyar endaðu á níggjunda plássi millum londini sum vóru við til kappingina.

Føroysku jiu-jitsu feløguni eru væl nøgd við hetta úrsliti og hava ætlanir um at fara til fleiri kappingar uttan fyri Føroyar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2023

63 Leygardagur 29. apríl 2023

Seta sjóneykuna á børn og ítróttaluttøku á Ítróttatingi

Tiltakið verður seinnapartin á Hotel Brandan. Hugt verður millum annað uppá, hvussu man best minkar um skaðar, trýst og fráfall

Á Ítróttatinginum 2023 seta vit sjóneykuna á børn og ítróttaluttøku, og vit spyrja, hvussu vit kunnu skapa trygg umhvørvi, har børn og ung trívast longri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á ítróttatinginum 2023 verður sjóneykan sett á børn og ítróttaluttøku, og spurt verður, hvussu vit kunnu skapa trygg umhvørvi, har børn og ung trívast longri, og har vit minka um skaðar, trýst og fráfall. Eisini verður greitt frá nýggjastu granskingini á økinum.

Hvussu venja vit skaðafyribyrgjandi? Hvussu minka vit um trýstið, sum børnini kunnu koma undir í ítrótti? Hvussu fáa vit fleiri at venja longri?

71 prosent av børnum í Føroyum eru virkin í ítrótti/rørslu, men longu um 15 ára aldur er talið komið niður á 52 prosen. Í aldrinum 16 til 18 ár eru bara 43 prosent av gentum, sum siga seg vera virknar í ítrótti/rørslu.

Eitt aðalmál hjá ÍSF er, at fáa børnini at trívast sum longst í ítróttarfelagsskapinum. Spurningurin er, hvussu vit sum ítróttarfeløg og foreldur kunnu fáa tey at trívast, minka um trýstið og fáa rørslugleðina í hásæti.

Ítróttatingið, ið er ókeypis, er ætlað venjarum, ungdómsnevndum, foreldrum og øðrum, sum hava áhuga fyri barna- og ungdómsítrótt. 

Skráin:
13:00 - Ítróttatingið verður sett.

13:10 - "Rák innan barna- og ungdómsítrott í Norðurlondum. Hvat siga tey ungu sjálvi um trýst frá ymiskum pallum, og nær er fráfall ein inklusjóntrupulleiki?"
Lars Erik Espendalen, granskari í barna- og ungdómsítrótti í Noregi.

14:00 - "Føroysk ung og sálarheilsa - hvat siga ung um valmøguleikar og høgar væntanir?"
Nýggj føroysk kvalitativ gransking hjá Anniku Helgadóttir Davidsen og Moniku Mohr

14:40 - "Ung, venjingarmongd og skaðar - hvat slag av skaðum síggja vit, og hvat er hóskandi venjing fyri børn og ung?"
Bjarti Thomsen, fysioterapeutur, umboðar Fysioterapeutfelag Føroya.

15:10 - Sofaprát við foreldur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2023

64 Leygardagur 29. apríl 2023

Jersey-politikari roynir at forða fyri at Føroyar sleppa á oyggjaleikir

Ermasundsoyggjar kunnu ikki góðtaka føroyska grindadrápið, og tí eiga Føroyar ikki at sleppa við til leikirnar á Guernsey heldur Lyndon Farnham

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyska grindadrápið, og serliga springaradrápið, er vorðið ein avbjóðing í sambandi við føroysku luttøkuna á oyggjaleikunum á Guernsey í summar.

Tað er ein tinglimur á Jersey, Lyndon Farnham, ið fyrr hevur verið næstovasti politiski leiðari og ráðharri fyri eitt nú ferðavinnu, ítróttir og mentan, sum enn einaferð roynir at fáa Føroyar boykottaðar til leikirnar, á grannaoynni Guernsey í summar.

Fyri tveimum árum síðani, beint eftir nógv umrødda springaradrápið í Skálafirði, skrivaði hann bræv til álendingin Jörgen Petterson, sum er forseti í altjóða oyggjaleikanevndini, IIGA, við áheitan um at útihýsa Føroyar frá framtíðar oyggjaleikum, orsaka av grinda- og springaradrápunum, sum hann lýsir at vera ‘absolutely disgraceful’ og ‘abhorrent’ – skammilig og andstyggilig.

Jörgen Petterson svaraði jersoyska politikaranum aftur, at IIGA ikki er sinnað at blanda seg upp í politikk.

“Altjóða oyggjaleikanevndin varð stovnað til tess at fremja og eggja til vinalag gjøgnum ítrótt millum ymisk oyggjasamfeløg og geva ítróttamonnum og ítróttakvinnum møguleika at luttaka í altjóða kappingum”, skrivaði formaðurin í IIGA og heitti á States of Jersey um heldur at venda sær beinleiðis til Føroya Landsstýri.

[object Object]

Lyndon Farnham sigur við Jersey Evening Post, at hann als ikki var nøgdur við svarið, og vildi ynskt, at oyggjaleikanevndin tekur málið upp til nýggja umhugsan.

Hann ætlar sær tí aftur at skriva bræv til nevndina og allar limaoyggjarnar.

- Vit skulu gera greitt, at henda ræðuliga siðvenjan ikki er nakað, sum vit kunnu góðtaka her á ermasundsoyggjum, har delfinir av røttum verða viðfarnar sum yndislig og vitug kríatúr. Hóast ítróttir og politikkur stundum umskarast, so skulu ítróttir ikki vera friðskjól hjá gerningsfólki til slíkar illgerðir, sigur Lyndon Farnham við Jersey Evening Post.

Trúði at málið var avgreitt

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, kennir til royndirnar hjá jersoyska politikarunum at fáa Føroyar burturstongdar frá oyggjaleikum. Men hon heldur satt at siga, at tað málið var avgreitt við aftursvarinum hjá Jörgen Petterson, sum hon tekur fult undir við.

Tað harmar ÍSF-forsetan, at ein lokalur politikari, sum ikki er partur av ítróttasamstarvinum annars, nú áhaldandi roynir at leggja fótonglar í vegin, tí ÍSF hevur als ongar trupulleikar við at samstarva við ítróttamyndugleikarnar, hvørki á Guernsey ella Jersey, sigur Elin H. Joensen.

Fyri ÍSF er tað sjálvandi av alstórum týdningi, at onki órógv uppstendur á oyggjaleikunum orsaka av føroyska grindadrápinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2023