Leygardagur 06. mai 2023 | Nr. 18 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 9
SíÐa 2
SíÐa 35
SíÐa 39
SíÐa 43
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Enn ein vika er gingin við góðum svartkjaftafiskiskapi í føroyskum sjógvi og – vónandi – eisini góðum toskafiskiskapi í russiskum sjógvi.
Landsstýrið hevur fingið sína frágreiðing um Barentshavsfiskiskapin, men er enn ikki komin við útmelding um, hvat skal henda við hesum fiskiskapinum.
Skulu Føroyar framhaldandi samstarva við eina krígsførandi tjóð?, er spurningurin, sum borgarar hava sett landins førandi politikarum nú í meira enn eitt ár.
Uttan at fáa nakað svar.
Teir politikarar, sum í fjør søgdu, at sjálvandi skulu vit slíta alt fiskivinnusamstarv við Putin, eru ikki av somu sannføring, eftir at tey eru komin til valdið eftir seinasta løgtingsval.
So, spurningurin tykist vera óalmindiliga trupul spurningur at svara.
Í frustrasjón yvir ikki at fáa nakað av vita frá landsins stýri um hesi viðurskiftini, setti annað av føroyskum fólkatingsumboðunum í fjør heyst – hetta var undir farnu bæði løgtings- og fólkatingssetu – sær fyri at hyggja eftir, hvussu alment tilgeingiligu hagtølini síggja út.
Við hjálp frá kønum manni vórðu hagtøl savnað, og sammetingar vórðu gjørdar fyri at vísa, hvat føroysku skipini fáa burtur úr kvotuni í Barentshavinum sett upp ímóti hvat vit hinvegin geva russum í føroyskum sjógvi.
Landsstýrið hevur fyrr sagt, at avtalan landar á null – annars var ongin orsøk at upprætthalda eina slíka avtalu. Men fólkatingsmaðurin hevur sett sær ein viðkomandi spurning. Hvussu ber tað til, at russar kunnu senda 30 skip til Føroya og Føroyingar fýra í Barentshavið. Hvussu lendur tað á null?
Tølini vórðu løgd fram í frágreiðing kallað Exit Russland í vikuni, og niðurstøðan hjá fólkatingsliminum er, at avtalan landsbúskaparliga ikki er til fyrimuns fyri Føroyar. Og hetta hevur øst fleiri borgarar, serliga á tjóðskaparvonginum.
Summi siga, at tað er svínarí, at ein limur í tinginum í einum øðrum landi nú fer at blanda seg upp í føroyskan uttanríkispolitikk. Onnur siga, at maðurin hevur fjaldar ætlanir, eitt nú í hevnissøku fyri ikki sjálvur at verða valdur til landsstýrismann ella at blaka Føroyar inn í ES.
Latið okkum sláa fast. Sjálvandi hevur fólkatingslimurin fullan rætt til at savna inn og leggja hesi tølini alment fram. Hetta er jú provokerað fram av, at landsins stjórn roynir at halda upplýsingum loyniligum. Tølini í Exit Føroyar frágreiðingini eru tey einastu tølini, sum almenningurin hevur fingið til hjálpar at taka støðu til Barentshavs-tvístøðuna.
Ella skal tað veruliga vera so, at alt skal haldast loyniligt, og vit vanligu borgarar skulu haldast burtur frá vitanini?
Víst kann tað vera ein avbjóðing at taka politiskar støður við hvørt. Men politikarar eru valdir til at taka hesar truplu avgerðir.
Ein parallellur er í spurninginum um eina ella tvær kommunalar brennistøðir. Avgerðin er trupul at taka, tí hon rakar onkran, óansæð hvat valt verður.
Men avgerðin gerst ikki lættari hjá borgaranum at viðurkenna, um hann als ikki fær innlit í grundgevingarnar, sum avgerðin byggir á.
Tí er kjakið, sum fólkatingsmaðurin fingið sett í gongd við Exit Russland-frágreiðingini gott óansæð, tí hon gevur um ikki annað eitt grundarlag at kjakast út frá.
Spurningurin er Exit ella Enter Russland.
Føroyska arbeiðarafjøldin hevur eina nógv hægri løn uppiborna, heldur Jógvan Fríðriksson
Tað kom væl við hjá verkafólkafjøldini, sum mánadagin, stríðdag arbeiðaranna, varð savnað til 1. maidagshald í Vágsbotni.
Boðskapurin frá ovasta kirkjumyndugleika var, at føroyska arbeiðarafjøldin hevur uppiborið eina nógv hægri løn, enn hon fær nú, betri pensjón og meira frítíð uttan lønarmiss. Og tað dámdi áhoyrarunum at hoyra.
Jógvan Fríðriksson gjørdi tó vart við, at tað ikki var “bispur”, sum bar fram hendan boðskap, men "bert" Jógvan Fríðriksson.
Onkursvegna var bispur tann av røðarunum í dag, sum var greiðastur í sínum boðskapi á 1. maidagshaldinum.
Kolonivirksemi móti teim fremmandu
Millum annað, tá hann ávaraði um ikki at fara illa við teimum fremmandu fólkunum, sum koma til Føroyar.
- Tað eru ikki bara danir, sum dríva kolonivirksemi ella hava gjørt tað. Vit gera eisini tað móti teimum fremmandu í okkara landi, um tey verða viðfarin øðrvísi á arbeiðsmarknaðinum, enn tey, ið eru fødd her.
- Tí øll hava sama virði, segði Jógvan Fríðriksson.
Hann tók í røðu síni eisini fram ein serligan bólk av verkafólki, tey, ið taka sær av reingerðini. Eru tey ikki eisini eina lønarhækkan verd? spurdi bispur.
Mintist Hans Joensen
Hinir røðararnir á 1. maidagshaldinum vóru Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, og Bjørg Dam, forkvinna í ADHD felagnum.
Og so nýggi formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Heri Reynheim, sum brúkti ein fittan part av røðu síni at minnast formannin í felagnum í fleiri ár, Hans Joensen, sum doyði av krabbasjúku 30. oktober í fjør.
Hans Joensen varð valdur í nevndina í táverandi Havnar Arbeiðsmannafelag nakað fyri aldarskiftið, og sat sum formaður frá 1. februar 2003 og líka fram til at hann doyði. Hann stóð sostatt sum fyriskipari av 1. maidagshaldinum í Havn í 19 ár á rað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2023
Burðardygg ferðavinna við atlit til nærumhvørvi krevur avmarkingar, og tí er talið á ferðafólkum sett til í mesta lagi 200 og tíðarskeiðið, gangast kann, er sett til klokkan 10 til 17, siga Hagapartarnir í Mykinesi
Hagapartarnir í Mykinesi hava í samstarvi við Visit Vágar arbeitt við at skipa ferðavinnuna í oynni á ein burðardyggari hátt. Hetta fyri at verja náttúruna, fugla- og djóralív og ikki minst við atliti til fólkið í oynni, sum verða ávirkað av mongu ferðafólkunum, ið koma í oynna.
Ein av niðurstøðunum frá hesum arbeiði er ynskið hjá mykinesfólki at ferðafólkastreymurin í oynna verður tálmaður, gongdin í oynni verður betri skipa, og at verja fuglin og náttúruna sum mest.
Arbeiðið er ikki liðugt enn, og komið er ikki á mál við øllum ætlanum. Samband hevur verið við allar veitarar, sum sigla til Mykinesar og Strandfaraskip Landsins um at tálma siglingina uppá oynna. Arbeitt verður framvegis við at finna bestu loysnina við áseting um hvussu nógv fólk kunnu setast á oynna hvønn dag, og arbeitt verður eisini við at fáa ein frídag, har eingi ferðafólk koma í oynna.
Leiðin gjøgnum Lamba og út í hólm er framvegis stongd, men tað verður gangandi út til hegnið úti á Rógvuni. Tá Jarðfangi hevur kannað lopið verður støða tikin til, um latið verður upp fyri gongd ella ikki. Væntandi verður hetta greitt umleið 1. juni.
Túrurin í Mykinesi verður nú skipaður til tey best umtóktu ferðamálini í oynni og ferðfólkini fáa møguleika at uppliva ríka fuglalívið, stórslignu nátturuna og friðsæluna í bygdini. Gongdin verður skipað eftir einari fastari rutu og byrjað verður við skúlan, síðan út á Rógvuna, framvið eggini norður á Grótvalar og haðani oman aftur í bygdina og inn á Kumlar. Í bygdini verður gingið soleiðis, at bygdin og bygdarfólki órógvast minst møguligt.
Skúlin verður brúktur sum kunningarstað og verður leigaður frá Sørvágs kommunu. Kommunan er farin í holt við at umvæla skúlan og hann verður væntandi klárur at taka í nýtslu seinni í summar.
Dentur er lagdur á at virða ognar- og brúksrættin til jørðina, at brúka veitarar á staðnum og stimbra samhaldsfesti millum tey sum vara av jørðini.
Túrurin framvið eggini er á matrikulleraðum ognum og hava allir eigarar givið loyvi til, at ferðafólkini kunnu ganga henda vegin.
Hagapartarnir hava valt at útveita arbeiðið til The Locals, ið Katrina Johannesen rekur, at taka sær av skipa arbeiði við ferðaleiðarum v.m. í oynni.
Bókingar og innkrevjing verður avgreidd á hiking.fo, ið Spf. Jarðir rekur. Jarðir er smápartafelagið sum Bóndafelagið og Óðalsfelagið stovnaðu í 2019 til at taka sær at menna ferðavinnutilboðini hjá teimum, sum vara av jørðini.
Burðardygg ferðavinna við atlit til nærumhvørvi krevur avmarkingar, og tí er talið á ferðafólkum sett til í mesta lagi 200 og tíðarskeiðið gangast kann er sett til klokkan 10 til 17. Uttan fyri hesar tíðir er hagin at rokna sum stongdur, og øll gongd við ferðafólki uttan fyri hesar tíðir kann bert gerast í samráð við Hagapartarnar Mykines.
Túrurin kostar 400 krónur um bókað verður á hiking.fo í seinasta lagi dagin fyri. Tað er eisini møguligt at gjalda, tá komið verður til Mykinesar, men tá er prísurin 500 krónur.
Hetta er ikki galdandi fyri føroyingar
Flutningskostnaður til og úr oynni er ikki íroknaður, men skal bíleggjast serstakt á mykines.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2023
Lokalt “Closed for Maintenance”-átak verður 12. til 14. mai
12. til 14. mai fer Visit Sandoy at skipa fyri einum átaki í Skúvoy í samstarvi við Ramsar nevndina, Skúvoyar kommunu og hagastýrislimir. Hetta verður líknandi “Closed for Maintenance”-átakinum, ið Visit Faroe Islands skipar fyri á hvørjum árið.
Átakið verður tó bert við føroyingum, og í hesum sambandinum hava øll í Føroyum møguleika at luttaka, og veita eina hjálpandi hond.
Visit Sandoy syrgir fyri undirhaldi, mati og gisting, men um luttakarar hava hús at gista í, so eru tey sjálvandi vælkomin at nýta tey í staðin. Byrjað verður fríggjakvøld, og heldur fram til sunnudag seinnapart, tó verður ikki arbeitt í kirkjutíð.
Hagastýrini siga frá, at ferðavinnan í Skúgvi er nógv vaksin hesi seinastu árini, og tað er at fegnast um, men hetta kann skapa lokalar avbjóðingar, sum tey mugu fyrihalda seg til.
Í ár verður Sandoyartunnilin latin upp fyri almennari ferðslu, og í hesum sambandi verður farleiðin til Skúvoyar stytt, so tað einans tekur 20 minuttir at koyra úr Havn út í Støð á Sandi, har Sildberin liggur.
- Væntandi fer hetta at hava við sær, at ein munandi størri nøgd av ferðafólki fer at leita sær til Skúvoyar, nú ferðaumstøðurnar vera so nógv broyttar til tað betra. Tí ynskir oyggin at vera væl fyrireikað til at taka ímóti vitjandi, sigur Ólavur í Skipagøtu.
Hetta skal vera eitt samansjóðandi tiltak, har tey luttakandi í felag fara at røkja gøturnar, og í tráð við Ramsarsáttmálan skapa nøktandi karmar til oyggjafólk, fuglalívið og ferðandi.
Ætlanin er at seta skeltir upp, merkja gøtur og samstundis gerða eitt hugnaligt uppihaldsøki í bygdini til gleði fyri øll.
Fá meira kunning á heimasíðuni hjá Visit Sandoy.
Luttøkugjald á 100 krónur verður kravt av skattligum orsøkum. Freistin at tilmelda seg 8. mai.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2023
Føroyar.live vísir tær hvussu veðrið er ymsastaðni í Føroyum. Hágóðsku vevmyndatól eru sett upp kring landið
Er sól í Vestmanna? Man tað vera mjørki í Vágum? Ella er tað í dag, at tú endiliga skalt vitja Kallsoynna? Hetta er alt spurningar um veður og vind.
Vit fáa ikki gjørt veðrið betri, men vit kunnu vísa tær veðrið, og tað gera vit við okkara nýggju app og heimasíðu føroyar.live, ið ger, at tú ikki longur nýtist at ivast.
Vit hava sett hágóðsku vevmyndatól upp kring landið og samlað alt á okkara app og heimasíðu, ið er tøk frá í dag. Tú kanst sostatt síggja við egnum eygum, hvussu veðrið er, har tú ætlar tær, ella hvar í Føroyum veðrið er gott í dag.
Føroyar Live hevur gjørt samstarv við føroysku veðurstovuna, soleiðis at veðurforsøgnin altíð er tøk á heimasíðuni og appini, og ætlanin er, at samanbera tøknina frá vevmyndatólunum við veðurdata, og soleiðis at fáa neyvari veðurforsøgnir í Føroyum í framtíðini.
Sambært Hagstovu Føroya eru tað 118 bygdir og býir í Føroyum. Málið við verkætlanini er avgjørt at øll støð skulu vera við í føroyar.live, umframt serstøk støð, sum verða vald í samstarvi við Visit Faroe Islands.
Umframt at vísa hágóðsku vevmyndir av øllum Føroyum á einum stað, verður ljós varpað á tey smærru støðini í Føroyum, og at fáa føroyingar og ferðafólk at vitja fleiri støð í Føroyum, enn tey mest vitjaðu.
Verkætlanin er komin í lag í samstarvi við kommunur og almennar aktørar í Føroyum.
Til ber at heinta appina á Apple App Store ella á Google Play ella vitja heimasíðuna á føroyar.live
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2023
Krav er sett til bankarnir at teir skulu hava eitt ávíst gjaldføri. Lyklatalið fyri gjaldførið eitur LCR (Liquidity Coverage Ratio) og skal vera 100 prosent. Allir føroysku bankarnir høvdu væl meira í gjaldføri enn 100 prosent við ársenda 2022
Krøv verða sett bankunum um gjaldføri. Bankarnir hava innlán, sum eru bundin í styttri tíð, tað vil siga, sum kunnu takast út, tá ið kundin ynskir tað, meðan peningur, bankin lænir út, liggur bundin í longri tíð, sum til dømis tá ein kundi kann gjalda eitt sethúsalán aftur yvir 20-30 ár. Hetta er eitt dømi um ein sokallaðan gjaldførisváða fyri bankan, tí misjavni er millum bindingartíðina á innlánum og útlánum.
Fyri at bøta um henda misjavna, er krav um at bankin skal hava eitt ávíst gjaldføri. Føroysku peningastovnarnir høvdu sambært ársroknskapunum fyri 2022 allir gjaldføri væl omanfyri lógarásetta minstakravið. LCR (Liquidity Coverage Ratio) skal vera 100 prosent. BankNordik hevði 229,3 prosent, Betri Banki 212,7 prosent, Norðoya Sparikassi 315 prosent og Suðuroyar Sparikassi 205 prosent við ársenda 2022.
Talvan vísir úrslitið eftir skatt fyri 2022 hjá føroysku peningastovnunum, umframt teirra solvens við ársenda 2022.
Myndin niðanfyri vísur gongdina í roknskapinum hjá føroysku bankanum frá 2016 til 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2023
Rentan, sum føroysk húsarhald í miðal hava goldið á sínum bústaðarlánum í føroysku bankunum, var í januar 2023 3,96 prosent. Tað er ein hækking á 1,05 prosentstig í mun til í januar 2022, tá hon var 2,91 prosent í miðal
Tjóðbankar kring allan heimin hava síðsta árið hækkað rentuna nógv fyri at basa inflasjónini. Tað ger, at eisini bankarnir hækka sínar rentur.
Landsbankin skrivar, at rentan, sum føroysk húsarhald í miðal hava goldið á sínum bústaðarlánum í føroysku bankunum, var í januar 2023 3,96 prosent. Tað er ein hækking á 1,05 prosent stig í mun til í januar 2022, tá hon var 2,91 prosent í miðal.
Føroyingar, ið nýta donsk realkredittlán sum bústaðarfígging, hava goldið 2,59 prosent í rentu í miðal í januar 2023, ímeðan hon var 2,04 prosent í januar 2022; tað er ein hækking á 0,55 prosentstig. Orsøkin til, at rentuhækkingin á realkredittlánunum ikki er eins stór, sum tann í føroysku bankunum, er at summir føroyingar hava fastrentað realkredittlán, og sostatt er rentan ikki økt á øllum realkredittlánum (ið gevur eitt lægri miðal).
Av tí, at meginparturin av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum hevur broytiliga rentu, ávirka rentuhækkingar lánsgjøldini hjá flestu húsarhaldum í Føroyum. Í januar 2023 høvdu 87 prosent av lánunum hjá føroysku húsarhaldunum broytiliga rentu og 95 prosent av lánunum vóru við avdráttum.
Hvussu nógv rentuhækkingarnar minka um tøkupeningin eftir at útreiðslur til rentur og avdráttir eru goldnar, valdast tó støddina av skuld, og hvussu hart fyrispent einstaka húsarhaldið er fíggjarliga.
Í Føroyum hava meginparturin av teimum, sum skylda pening, eina skuld, ið er lægri enn 2 milliónir krónur. Um 10 prosent hava eina skuld omanfyri 2 milliónir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2023
Klædnareglur í Vestmanna skúla hava elvt til kjak á Facebook
- Klæðini skulu vera hampilig og ikki ov avdúkandi. Stuttir niðurdeilar og shorts ella buksur, ið sita ov niðarlaga eru óhóskandi til skúlabrúks. Somuleiðis eru niðurringaðar blusur og nalvablusur óhóskandi.
Tað stendur á síðu "Klædnareglur" á heimasíðuni hjá Vestmanna skúla. Hetta hevur elvt til kjak á Facebook, og millum annað Elisa Vang finst at hesum.
- Út frá hesum, eru tað at kalla bara gentuklæðir, sum hava reglur! Hetta hoyrir fornøldini til, heldur Elisa Vang.
Nógv hava viðmerkt á vanganum hjá Elisu Vang, og onkur vil vera við, at tað næstan vildi verið frægari at brúkt skúlabúna.
(Skíggjamynd: Vestmannaskuli.fo)
Ótarnað og professionelt arbeiðsumhvørvi
- Brýtur ein næmingur klædnareglurnar og ikki virðir átalur, setur skúlin seg í samband við heimið. Heldur atburðurin fram, kunnu onnur tiltøk verða sett í verk, skrivar Vestmanna skúli á heimasíðuni.
Víðari verður sagt, at skúlin vónar, at hesar klædnareglurnar tryggja eitt ótarnað og professionelt arbeiðsumhvørvið, har næmingar og lærarar sýna virðing fyri sær sjálvum og floks- og starvsfeløgum.
Løgtingskvinna: Eru vit ikki komin longur?
Ein sum eisini vísir sína ónøgd á Facebook er tingkvinnan fyri Tjóðveldi, Liljan Weihe.
- Eru vit veruliga ikki komin longur??? Gentur og dreingir (og vaksnar kvinnur) skulu sleppa at ganga í júst tí, tey hava hug til! Tey eru ikki trupulleikin. Trupulleikin er hugburðurin hjá skúlanum, skrivar Liljan Weihe millum annað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2023
Flogskiparaelag Føroya og Føroya Arbeiðsgevarafelag vegna Atlantic Airways hava funnið semju um tvey ára sáttmála. Verkbannið, sum skuldi byrja 12. mai, verður sostatt av ongum
Tann 27. apríl boðaði nevndin í Flogskiparafelag Føroya Semingsstovinum frá, at seinna semingsuppskotið, sum var handað nevndini tann 20. apríl, var ov langt frá tí, sum kundi góðtakast av Flogskiparafelagi Føroya, og tí ikki var nóg búgvið at leggja fyri limirnar til støðutakan.
Sama dag funnu umboð fyri Flogskiparafelagið og Atlantic Airways saman í beinleiðis samráðingum millum partarnar í einí roynd at finna semju um týdningarmestu broytingarnar, sum Flogskiparafelagið ynskti at fáa við í sáttmálan. Henda tilgongd var konstruktiv frá báðum pørtum, og við teimum týðandi broytingunum, sum vóru framdar, bar á mál.
Uppskotið við hesum broytingunum hevur verið til uratkvøðu hjá limunum, og ein stórur meiriluti atkvøddi fyri broytta uppskotinum. Flogskiparafelag Føroya fegnast samstundis um, at Lock-Out støðan, sum Føroya Arbeiðsgevarafelagið valdi at seta í verk, ikki verður neyðug hóast alt.
Tíðindaskriv frá Flogskiparafelag Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2023
Christian í Grótinum hevur landað størstu svartkjaftalastina í Noregi nakrantíð
Seinastu tíðina hava uppsjóvarskipini havt góðan fiskiskap eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.
Christian í Grótinum, sum er eitt av skipunum, sum fiskar svartkjaft, hevur landað størstu nøgdina av svartkjafti, sum nakrantíð er landað í Noregi.
Veiðan, sum lá um heili 3.520 tons, er seld fyri 6,5 milliónur krónur.
Christian í Grótinum fór aftur á svartkjaftaveiðu tá ið hann hevði landað í Noregi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2023
Seinni í summar verður skrokkurin sleipaður til Skagen
Skrokkurin á nýggja Finni Fríða er nú drigin úr skipasmiðjuni hjá Karstensens Skibsværft í Polandi.
Skrokkurin verður gjørdur klárur at sandblása innan og uttan. Eftir sandblásing verður skrokkurin málaður.
Seinni í summar verður skrokkurin sleipaður til Skagen at gera til og innrætta. Hetta verður um mánaðarskiftið juni/juli.
Sáttmálaprísurin er 340 milliónir krónur, og hetta er tað mesta nakrantíð á Karstensens skipasmiðjuni.
(Myndir: Varðin)
Frá Vinstru: Hardi Hansen, Símun Pauli Jacobsen, Kjartan Hansen, Arni Hansen og Andri Hansen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2023
Svartfoss, Polfoss og Holmfoss fara at skiftast um at koma vikuliga á Havnina beinleiðis úr Noregi. Nýggja rutan til Scrabster er eitt frambrot fyri føroyska framaflutningin
Faroe Ship verður frá komandi mánadegi knýtt í Orange Line hjá Eimskip, nú nýggj farmaruta verður skipað frá vesturstrond Noregs til Føroya.
Rutan verður røkt av skipunum Svartfoss, Polfoss og Holmfoss, sum fara at skiftast um at koma vikuliga á Havnina beinleiðis úr Noregi. Fráferðin úr Føroyum verður mánakvøld til Scrabster umvegis Grimsby til Velsen í Niðurlondum. Nýggja siglingarætlanin er eisini ein betran í mun til verandi rutu til Scrabster.
Hetta er eitt frambrot fyri farmaflutning millum Føroyar og Noreg, og eisini er hetta eitt stórt framstig fyri føroysku útflutningsvinnuna, nú tað hvønn mánadag verður gjørligt at senda fisk niður á europeiska marknaðin.
Mynd: Ólavur Frederiksen
Bogi P. Nielsen, stjóri á Faroe Ship, fegnast stórliga um nýggju farmarutuna og sær hetta sum ein nýggjan spennandi møguleika innan farmaflutning. Talan er um eitt stórt framstig í tí tænastu, Faroe Ship kann bjóða føroyska vinnulívinum – bæði tá tað snýr seg um innflutning, og tá tað snýr seg um útflutning.
Fyrsta koma á Havnina frá vesturstrond Noregs verður mánadagin 8. mai, og sama kvøld verður fyrsta fráferðin til Scrabster.
Tíðindaskriv frá Faroe Ship
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2023
Av teimum vóru 179 kirkjuligar vígslur og 108 borgarligar
287 vígslur fóru fram í Føroyum í 2022. Hetta er ein munandi framgongd í mun til tey bæði koronaraktu árini frammanundan. Í 2021 vóru 243 vígslur og í 2020 234.
Hetta er tó ikki hægsta talið av vígslum, sum hava verið í eitt ár. í 2019 vóru 289, í 2006 292, í 1999 299 og í 1992 vóru 298 vígslur.
Í fjør vóru 64 hjúnaskilnaðir, og tað er ein minking í mun til árini frammanundan. í 2021 var talið á hjúnaskilnaðum 67 og í 2020 75. Hagtølini hjá Hagstovuni vísa tølini aftur til 1990, og árið í hesum tíðarskeiði við flest hjúnaskilnaðum var í 2010, tá 92 hjún fóru frá hvørjum øðrum.
Av teimum 287 vígslunum í fjør, fóru 179 kirkjuligar vígslur, meðan 108 vóru borgarligar, svarandi til ávikavist 62,4 og 37,6 prosent.
Av øllum borgarum í landinum í fjør, livdu 54,3 prosent sum ógift, 36,9 prosent vóru í einum hjúnalagi, 4,5 prosent vóru fráskild og 4,4 prosent vóru í einkjustøðu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2023
Maðurin, ið er útlendingur, er eisini útvístur úr Føroyum í trý ár
Ein dómsmansrættur í Føroya Rætti dømdi mikudagin ein 31 ára gamlan útlendskan mann 20 daga treytaða fongsulsrevsing fyri blúnisbrot framt ímóti eina gentu, sum var undir 18 ár, tá tilburðurin fór fram.
Maðurin, sum var starvsfólk á skúlanum hjá gentuni, var ákærdur fyri brot á serligu ásetingina í revsilógini, sum ger tað revsivert at hava samlegu ella annað kynsligt samband við persón undir 18 ár, sum er litin viðkomandi upp í hendur til undirvísingar ella uppalingar.
Dómsmansrætturin metti tó ikki, at tað var prógvað, at maðurin hevði roynt at havt annað kynsligt samband við gentuna, men dømdi mannin fyri blúnisbrot.
Umframt at døma mannin treytaða fongsulsrevsing, er maðurin eisini útvístur úr Føroyum við einum innferðarbanni í trý ár.
Bæði ákæruvaldið og ákærdi hava nú 14 dagar at kæra málið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2023
Fríggjadagin var ársaðalfundur hjá Føroya Handverksmeistarafelag, og á nevndarfundi eftir aðalfundin skipaði nevndin seg, eins og frammanundan, við Magnusi Magnussen sum formanni og Petur Frank Joensen sum næstformanni
Fríggjadagin 28. apríl var ársaðalfundur í Føroya Handverksmeistarafelag.
Fyri vali stóðu nevndarlimirnir Petur Frank Joensen og Sjúrður Holm, og blivu báðir afturvaldir
Á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin, skipaði nevndin seg, eins og frammanundan, við Magnusi Magnussen sum formanni og Petur Frank Joensen sum næstformanni. Í nevndini sita eisini Dávur Høgnason, Jens Kristian Haraldsen og Sjúrður Holm, skrivar Vinnuhúsið.
Felagið er meginfelag fyri sjey lokalfeløg: Havnar Handverksmeistarafelag, Meistarafelagið í Klaksvík, Eysturoyar Handverksmeistarafelag, Vága Handverksmeistarafelag, Vágs Handverksmeistarafelag, Tvøroyrar Meistarafelag, Suðuroyar Meistarafelag
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2023
Fríggjadagin 28. apríl varð skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk (fyrr S&K), galdandi frá 1. mai 2023 til 1. mai 2025
Fríggjadagin 28. apríl varð skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk (fyrr S&K), galdandi frá 1. maj 2023 til 1. maj 2025.
Semjan hevur við sær, at lønirnar hækka soleiðis:
Harumframt er nýggj ásetingin komin inn í sáttmálan sum sigur, at fastlønt hava rætt til at keypa eina viku frí um árið. Kostnaðurin av eini viku er 2,24 prosent av árslønini, og kostnaðurin av einum frídegi er 0,45 prosent av árslønini.
Lønin í lønartalvuni er framvegis fyri fimm vikur feriu, og ynskja starvsfólk at keypa eina eyka fríviku, verður hetta avroknað sum nevnt omanfyri. Til dømis kann mánaðarlønin lækka tilsvarandi ella verður vikan avroknað, tá frítíðin verður hildin.
Talan er um sama útreiðslukarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesi samráðingarrunduni, sum byrjaði 1. maj 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2023
Talan er um eina verkætlan fyri yvir 300 milliónir krónur. Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson trýsta á knøttin til hátíðarhaldið við Villingardalsvegin
Mánadagin 8. mai klokkan 11 verður fyrsta skotið latið av í samband við Húsareynstunnilin - bergholið millum Sundsvegin og Marknagil í Havn.
Í tí sambandi verður hátíðarhaldið við endan av Villingardalsvegnum mánadagin, har Havnar Hornorkestur spælir, og Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson og Dennis Holm siga nøkur orð.
Tað verða borgarstjórin og formaðurin í teknisku nevnd í Tórshavnar Býráðið, sum trýsta á knøttin til fyrsta skotið av Húsareynstunnlinum.
Talan er um risastóra verkætlan, har nýggjur innkomuvegur skal gerast til høvuðsstaðin. Tað er við tunnli og rávegi. Kostnaðarmetingin er 324 milliónir, og er tað Articon, ið stendur fyri arbeiðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2023
Trupult er at siga nakað um útlitini fyri fíggjarmarknaðin í 2023, men væntandi verður árið betri enn 2022, sigur Landsbankin
Seinastu vikurnar (mars 2023) hevur tað verið sera nógv órógv á altjóða fíggjarmarknaðunum. Millum annað noyddist tann 16. størsti bankin í USA, Silicon Valley Bank (SVB), at stongja, og sveisiski bankin; Credit Suisse (CS), varð yvirtikin av stóra bankanum, Sveitz Union de Banques Suisse (UBS).
Hetta hevur elvt til ørkymlan um, hvørt hetta eru tekin um eina fíggjarkreppu, eins og tí í 2008.
Serkøn fólk á bankaøkinum hava í fleiri londum víst á, at hóast eyðkennini líkjast, er fíggjargeirin í eini betri støðu í dag. Orsakað av fíggjarkreppuni í 2008, eru krøvini til bæði kapital og gjaldføri í bankunum vorðin munandi herd, og bankarnir eru tískil nógv meira mótstøðuførir í dag, enn teir vóru tá. Tó eru einstakir bankar, ið ikki eru væl riknir og sum tað tí ikki hevur gingið so gott hjá, so sum SVB og CS.
Føroysku bankarnir eru væl bjálvaðir við kapitali og gjaldføri. Yvirskotsgjaldførið hjá bankunum verður sett í Tjóðbankan og í stutt 1-3 ára lánsbrøv, sum hava ein kurs, ið ikki sveiggjar so nógv. Harumframt eru hesi aktiv skrásett til marknaðarvirði í roknskapunum hjá bankunum, og tað eru tískil ikki nøkur møgulig óskrásett tap at finna í roknskapunum. Bankarnir gera harumframt javnan sín rentuváða upp, ið Fíggjareftirlitið heldur vakið eyga við, og metir Fíggjareftirlitið, at váðin er ov høgur, verða krøvini til kapitalin herd. Harafturat er ein stórur partur av innlánunum í føroysku bankunum tryggjað av Innskjótaratrygdargrunninum og eisini hava bankarnir avlop á sínum roknskapum.
Trupult er at siga nakað um útlitini fyri fíggjarmarknaðin í 2023, tí óvissan í løtuni er enn stór, bæði í mun til kríggið í Ukraina, inflasjónina og hvat miðbankarnir gera við rentuhækkingar í árinum. Men væntandi verður árið betri enn 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2023
Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur sent uppskot til kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2023 til hoyringar.
Eftir uppskotinum sleppa línuskip og útróðrarbátar aftur at royna á Føroyabanka í 2023. Skipanin í 2023 er tó broytt samanborið við 2022.
Býtið av fiskidøgum millum bólkar er øðrvísi enn í 2022. Útróðrarbátarnir fáa lutfalsliga fleiri dagar, enn teir høvdu í fjør, og línuskip lutfalsliga færri dagar. Ásett verður, at línuskip bert kunnu royna á Føroyabanka eftir hálvan august.
Skipanin fyri útróðrarbátarnar undir 15 tons í bólki 5 er eisini broytt. Í ár verður atgongdin avmarkað, so at tað eru teir vinnuliga virknastu bátarnir, ið sleppa á Bankan. Fyri at fáa loyvi, skal báturin hava avreitt fyri 500.000 kr. ella meira minst eitt av seinastu trimum árunum. Bátar, ið lúka treytina, og sum ætla sær á Føroyabanka í 2023, skulu innan ásetta freist søkja Vørn um fiskiloyvi.
Í fjør fiskaðu útróðrarbátar undir 15 tons av felags fiskidøgum uttan avmarkingar. Hetta verður nú broytt soleiðis, at eitt hámark verður sett fyri hvønn bátin.
Sum nakað nýtt verður ásett, at øll veiða av Føroyabanka skal seljast um góðkenda uppboðssølu í Føroyum. Hetta verður gjørt, fyri at veiddur fiskur skal vera atkomuligur fyri fiskavirkini í Føroyum.
Eftir uppskotinum til kunngerð eru samanlagt 330 fiskidagar tøkir á Føroyabanka í 2023. Hetta er meira enn teir 200 dagarnir, ið Havstovan mælir til. Mett verður kortini ikki, at hetta ger, at veiðitrýstið á Bankanum verður samsvarandi størri, ella at ein gongur stovninum á Føroyabanka ov nær. Ein orsøk er, at í ár verða lutfalsliga fleiri dagar latnir útróðrarbátum. Hesir bátar draga vanliga ikki líka nógvar húkar hvønn fiskidag sum línuskip. Ein fiskidagur hjá einum útróðrarbáti er tí ikki líka effektivur sum hjá einum línuskipi.
Harafturat telur sigling út og inn av Bankanum við, tá dagabrúkið hjá línuskipum og størru útróðrarbátunum verður gjørt upp. Hjá bátum undir 15 tons telur hvør túrur ein fiskidag.
Uppskotið til kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2023 kann lesast her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2023
Lendisgøtukervið er longt við 620 metrum
Í vikuni var avhandan í Havnardali. Talan er um tríggjar snotiligar timburbrúgvar, ið varliga leggja seg í lendið á serliga útvaldum støðum, og eitt lendisgøtukervi, sum er longt við umleið 620 metrum.
Áhugin er stórur fyri gøtunum. Gamla brúgvin um Sandá hevur siðsøguligt virði fyri kommununa sum bygningsverk og sum minnisvarði um grótlaðarahandverkið, sum ikki er vanligt í dag.
Tí valdi Tórshavnar kommuna at seta brúnna aftur í upprunastand herfyri. Brúgvin er nú ein fagurfrøðiligur partur av kommunalu gøtuskipanini, sum einans er fyri gangandi og súkklandi.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2023
Barnabati og Kvinnuhúsið fingu stuðul hesaferð
Kiwanis Rósan, sum er ein at trimum Kiwanisfelagsskapum í Føroyum, hevur lutað tvær peningagávur út í seinastuni. Onnur er til Barnabata, sum er á 50.000 krónur, og hin til Kvinnuhúsið, ið ljóðar upp á 20.000 krónur.
Peningurin er savnaður inn umvegis lutaseðlasølu.
Áður hevur Kiwanis Rósan eitt nú stuðlað børnum og ungum hjá flóttum úr Ukraina og felagsskapin Firvaldabørn, sum er til foreldur, ið hava mist pinkubørn.
Kiwanis er ein vælgerandi felagsskapur, hvørs endmál er at savna inn pening, sum í høvuðsheitum verður latin góðgerandi átøkum, ið hava við børn og ung at gera. Eisini letur Kiwanis javnan stuðul til barnafamiljur, ið onkursvegna eru komnar í fíggjarligar trupulleikar orsakað av sjúku ella øðrum, ið hevur rakt familjuna.
Tveir aðrir Kiwanis-felagsskapir eru í Føroyum. Umframt Kiwanis Rósan, sum byrjaði virksemi sítt í juni 1991, eru Kiwanis Tórshavn í Havn, og Kiwanis Eysturoy, sum hevur heimstað í Gøtu. Orðið “kiwanis” stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja.”
Tað vóru Bugur Kevioglu frá Barnabata og Frida Dam frá Kvinnuhúsinum, sum tóku ímóti gávunum á ávikavist 50.000 og 20.000 krónur.
Frida Dam frá Kvinnuhúsinum og Bente Kjær frá Kivanis Rósan
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2023
Maud av Fløtum, sum í heyst rundar tey 70, kundi herfyri hátíðarhalda 50 ára starvsdag á Landssjúkrahúsinum
Maud av Fløtum hevði herfyri 50 ára starvsdag á Landssjúkrahúsinum.
Maud starvast á Medisinka ambulatoriunum á deildini Klinisk Fysiologisk- og Nuklearmedisin, har hon m.a. ger skintografiir, dexaskanningar og lungafunktiónskanningar.
Eftir realskúlan fór Maud at starvast sum gongsgenta á barnadeildini. Eftir eina tíð á barnadeildini fór Maud á bíbliuskúla, og tá hon kom aftur, starvaðist hon eitt skifti á tuberklastøðini. Sum 18 ára gomul fór hon at lesa til sjúkrasystur, og bleiv útlærd í 1976, skrivar Landssjúkrahúsið.
Eftir lokna útbúgving var Maud aftur sjey ár á barnadeildini, har hon treivst sera væl. Eftir hetta starvaðist hon á Endoskopieindini í 17 ár, og í 2022 stóð Maud í boði at koma á Medisinska depilin, og valdi hon at taka av.
– Maud er sera glað fyri sítt arbeiði, og leggur hon stóran dent á at geva sær tíð til sjúklingarnar.
– Hon er ein virkin dama og byrjar hvønn dag saman við manninum á rennibreytini og onkuntíð í svimjihøllini, hóast Maud í heyst rundar tey 70. Eisini spældi hon heilsufótbólt í nøkur ár, skrivar Landssjúkrahúsið.
– Spyrja vit Maud um hon ætlar at arbeiða í nógv ár aftrat svarar hon, at tað fer tíðin og heilsan at vísa. Vit vóna, at vit fáa teg at síggja á LS í fleiri ár aftrat, skrivar Landssjúkrahúsið, sum ynskir henni til lukku við 50 ára starvsdegnum.
Kelda: Landssjúkrahúsið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2023
Fríggjamorgunin fingu trý starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu heiðursløn Tórshavnar býráðs
Farna fríggjamorgunin fingu trý starvsfólk í Tórshavnar kommunu heiðurløn Tórshavnar býráðs fyri drúgva tænastu.
Talan er um Monu Mohr, ið fekk gullheiðursmerki fyri at hava verið í starvi í yvir 40 ár, og Birgit Debess og Joan Oskarsdóttir, ið fingu silvurheiðurslønir fyri yvir 30 ára starvsdagar. Allar hava tær starvast á dagstovnaøkinum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði heiðurslønirnar og minti á, fyri Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning.
– Tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum, segði hann millum annað í røðu sínari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2023
Kemur frá tilsvarandi starvi hjá Visit Sandoy - byrjar í nýggja starvinum 1. juni
Stýrið fyri menningarstovuna Visit Vágar hevur sett Bryndis í Dali sum nýggjan leiðara fyri Visit Vágar. Bryndis kemur at standa fyri arbeiðinum, at menna ferða- og upplivingarvinnuna í Vágum og Mykinesi.
Bryndis er 30-ára gomul, ættað úr Havn, men er búsitandi í Miðvági. Hon er útbúgvin BA í søgu og hevur ein kandidat í altjóða ferðavinnu frá Aalborg Universitet. Hon kemur úr starvinum sum leiðari á Visit Sandoy, har hon hevur verið seinastu trý árini.
Talan er um eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv á einum vinnuøki í stórari menning sum Bryndis nú skal standa á odda fyri. Hon hevur royndir við at arbeiða strategiskt og at leggja ætlanir. Hon er von við at samskifta og at samstarva við nógvar ymiskar aktørar í samfelagnum, er diplomatisk og áhaldin.
Høvuðsuppgávan hjá Bryndis verður at menna ferða- og upplivingarvinnuna í økinum burðardygt,sosialt, umhvørvisliga og fíggjarliga, við tí endamáli, at sum mest liggur eftir í lokaløkinum. Í tí liggur eitt nú at taka stig til, kveikja og leggja lag á at menna nýggjar og verandi tænastur og upplivingar í økinum, og støðugt dagføra og nútíðargera hættir at samskifta og marknaðarføra.
Fakligu førleikarnir, royndirnar og persónligu eginleikarnir hjá Bryndis passa væl til persónin, sum stýrið fyri Visit Vágar hevur leitað eftir, og sum kann halda fram á tí leið, sum varð løgd fyri Visit Vágar, tá farið varð frá at vera ein kunningarstova til eina meinningarstovu.
Bryndis byrjar í starvinum tann 1. juni 2023.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2023
Nimbus Tópus og Benjamin Rajani gjørdust nummar ávikavíst tvey og trý
Leygarkvøldið var finalan í ársins Sement kapping í Reinsarínum í Havn.
Tilsamans 17 bólkar meldaðu seg til kappingina, og aftaná trý innleiðandi umfør stóðu seks bólkar eftir – Aggrasoppar, Tormóður, Nimbus Tópus, Eimyrja, Dóttir og Benjamin Rajani.
Umframt 1., 2. og 3. virðisløn vórðu tvær aðrar virðislønir eisini uppá spæl – Ein møguleiki at framføra á SPOT Festival í Aarhus hetta vikuskifti, og á G! Festivalinum í summar.
Benjamin Rajani fór avstað við bæði 3. plássinum og vinninginum frá G!, Nimbus Tópus vann 2. virðisløn, og Aggrasoppar fóru av stað við 1. plássinum og vinninginum frá SPOT Festival.
– Mann var allatíð við, og mann misti ikki áhugan. Tað byrjaði, og so koyrdi tað bara, segði dómsnevndin m.a. um Aggrasoppar og framførslu teirra.
– Tey fingu áskoðararnar við sær. Áhoyrarnir gjørdust ein partur av pallinum. Tað var næstan sum ein leikur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2023
Hini eru Beharie, Honningbarna og Sturle Dagsland úr Noregi, Axel Flóvent og Árstíðir úr Íslandi og Annti Palanen úr Finnlandi
Aftur í ár, verður ein sterk umboðan úr Norðurlondum á G! Frammanundan eru fimm nøvn avdúkað, og mánadagin kundi festivalurin avdúka sjey norðurlendsk nøvn afturat.
When Saints Go Machine
Donsku When Saints Go Machine eru garantar fyri eini elektropopp veitslu. Við útgávuni av nýggja staklagnum “Gone” hava teir sent eitt greitt tekin um, at teir enn kunnu seta eld í dansigólvið, og kann roknast við eini dansiveitslu í Syðrugøtu í summar.
Bólkurin hevur seinastu fimtan árini gjørt um seg á danska tónleikapallinum við hittum, konsertum, festivalum, virðislönum og enntá við heiðrinum at lata Orange pallin upp á Roskilde festivalinum – ein heiður, ið bert tey mest spennandi növnini fáa.
Men mest av øllum er hetta ein framúrskarandi bólkur, ið dugir at seta lív í eina festivalfjøld, við júst rætta lutfallinum millum tað glaða og tað kedda.
Beharie
Norski Beharie hevur djúpar røtur í indie og soul tónleiki. Hóast ungan aldur, hevur hann longu vunnið ein norskan Spellemann prís fyri aðru EP sína “Beharie // Beharie”, sama ár bleiv hann tilnevndur sum ársins altjóða nýbrot á svensku Gaffa tónleikaheiðurslønunum.
EP’in vakti stóran ans, og Wonderland skrivaði, at hetta var ein av bestu EP’unum á árinum. Triðja EP’in varð givin út í 2022, og góða undirtøkan vaks uppaftur meira.
Beharie hevur framúr góð evni av lata kenslur í heitan soulkendan og tíðarleysan búna.
Honningbarna
Besti konsertbólkur í Noregi, so ivaleysir eru fjepparar av Honningbarna, einum bólki, ið hevur seks heilldarútgávur aftan fyri seg. Men eisini miðlarnir brúka stór orð, Gaffa kallaði punkbólkin fyri “Kongene af Norge” eftir framførsluna á stóra Øyafestivalinum í fjør.
Tá Honningbarna fara á pall við sínum lívliga tónleiki og eyðkendu Kristiansand dialekt, fer alt upp at kóka. Hetta verður stutt sagt garrvilt.
Axel Flóvent
Axel Flóvent hevur støðugt verið eitt av størstu íslendsku tónleikanøvnum síðani fyrsta EP’in kom út í 2015. Við yvir 70 milliónum stroymingum av fyrsta staklagnum gjørdi Axel Flóvent eisini um seg altjóða frá fyrsta degi.
Føddur og uppvaksin í Húsavík, innspældi og framleiddi hann fyrstu EP’ina í heimbygdini, men íblástur fekk hann frá øllum frá Bon Iver til Bombay Bicycle Club.
Longu sum 19 ára gamal flutti Axel til Amsterdam, og fekk samband við spennandi niðurlendska tónleikapallin. Harnæst búði hann í Brighton, og endaði síðan aftur í Reykjavík, har hann skrivaði og spældi inn sína fyrstu heildarútgávu “You Stay By The Sea”.
Árstíðir
Úr øskuskíggjunum av Eyjafjallajökli komu Árstíðir brakandi inn á altjóða tónleikapallin í 2010. Trioin av Daniel, Ragnari og Gunnari hevði longu tvey ár á baki, og við tveimum stakløgum ovast á íslendska hitlistanum, vórðu tryggu og kendu karmarnir skiftir út við eina umfatandi konsertferð um allan heimin. Frá Sibiria til San Diego, Zagreb til Svalbard, alt meðan upptøkan av eini spontanari framførslu av einum 800 ára gomlum sálmi á eini tokstøð gjørdi bólkin til eitt viralt fyribrygdi.
Tað serliga við Árstíðum er serliga kemiin millum teir tríggjar, ið manna bólkin og teirra tokki til harmoniir. Hetta er poppur við fangandi niðurløgum og spennandi útsetingum.
Annti Paalanen
Annti Paalanen blandar siðbundnan, finskan tónleik og elektroniskan dansitónleik á harmoniku. Hann leggur ta góðsligu atmosferuna, sum harmonikan gevur, oman á rúsandi rútmurnar hjá elektroniska tónleikinum. Harmonikan hevur altíð fingið fólk upp á tá.
Hása songrøddin finnur íblástur í siberiskum sangsiðvenjum, og gerst saman við harmonikuni og elektro tónleikinum eitt heilt serligt bland.
Sturle Dagsland
Sturle Dagsland ein heilt serligur norskur tónleikari og barkasangari, ið er kendur fyri at borðreiða við villum, makaleysum framførslum, ið fanga áskoðaran og tekur lurtaran við á surrealistiskar, vakrar tónleikaferðir.
Á festivalum kring heimin, allastaðni frá Shanghai til New York, skapar Sturle tónleik við einari myrkari, loftkendari styrki, sum ikki rekst aftur.
Frammanundan hevur G! avdúkað fimm onnur norðurlendsk nøvn: Jada úr Danmark, Briét úr Íslandi, Lucky Lo úr Svøríki, Irene úr Finnlandi og dansk/føroyska Brimheim.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2023
Rockbólkurin við serføroyska stevinum skal spæla á ársins Summar Festivali
Nú legst Hamradun afturat skránni fyri Summar Festivalin 2023.
Hamradun blandar fólkatónleik og kvæði við tungan rocktónleik og serføroyskt stev. Tað ger teir til heilt serstakan tónleikabólk – ikki bara í Føroyum, men í heiminum.
Á odda fyri bólkin er Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni hjá Hamradun. Eingin dugir sum Pól Arni at syngja hetta slagið av tónleiki, sum hann hevur verið við til at skapa og menna.
Hamradun var stovnað í 2015, og hesi árini síðani hava teir javnan spælt á stórum og smáum tiltøkum kring landið. Boð hava eisini verið eftir teimum úr útlandinum, og teir eru av og á við til tiltøk ymsastaðni í Europa.
Hamradun hevur áður spælt á Summar Festivalin, og tað hava verið framúrskarandi konsertir. Tí fegnast Summar Festivalurin um, at Hamradun spælir á landsins størsta tónleikatitaki í ár.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 3. til 5. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2023
Tað er fyrstu ferð, at hon skal tað. Unga og evnaríka songkvinnan fer at hava Leo Lávík, Leu Kampmann, og Benjamin Tausen við sær á pall í Klaksvík í august
Evnaríka songkvinnan Maria Ronnisdóttir á Heygum fer nú at framføra á Summar Festivalinum i fyri fyrstu ferð.
- Hon hevur seinastu tíðina gjørt vart við seg við útgávu av frálíka sanginum "Góðan morgun mín kæri" og við framúr framførslu á stOVEtónum í Nólsoy, har Birgir Kruse kallaði hana eina stjørnu í bloggi um tiltakið, skrivar Summar Festivalurin í tíðindaskrivi.
Á Summar Festivalinum fara Leo Lávík (gittar og kór), Lea Kampmann (violin og kór) og Benjamin Tausen (klaver) at spæla saman við Mariu.
Boðað verður frá, at tey fara at spæla sangir sum "Brævið", "Hallelujah" - í týðing av Georg Eystaná - og kenda sangin "Á ferð í dreymaland", sum mamma Mariu, Rúna á Heygum, sang á útgávu hjá Terja og Føstufressum.
Maria R. á Heygum fer at spæla á Torginum, ið er tann minsti av teimum trimum pallunum á festivalinum - sum er staðsettur mitt á økinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2023
Livandi tónleikur var í fimm støðum farna leygarkvøld
Tónleikatiltakið Válan í Vestmanna er vorðið eitt árligt vártiltak, og leygarkvøldið varð 2023-úttávan av tiltakinum.
Sambært heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu var tiltakið væl eydnað.
Tey 200, ið vóru so heppin at fáa atgongumerki válaðu millum fimm spælistøð og fingu tónleik frá fimm ymiskum tónleikanøvnum.
Byrjað var í kirkjuni, har MC Restorff sang og spældi. Í Vektarbúðini kundi Marianna Winther upplivast, í Disvoy var tað Eyðun Nolsøe, á Staðnum Marius Ziska og í Silkienni sang Vágaverk.
Myndirnar eru tiknar av heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2023
- Hennara verk eru í føroyskum høåi unik og nýskapandi og rúma stórum potentiali
Í dag letur upp listaframsýning við verkum eftir listakvinnuni Silju Strøm í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Silja Strøm vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum.
– Silja Strøm er ein heilt serlig listakvinna. Hennara verk eru í føroyskum høpi unik og nýskapandi og rúma stórum potentiali.
Ferniseringin í Gamla Seglhúsinum verður í dag, 6. mai klokkan 16, og tá fer Kinna Poulsen, listfrøðingur, at halda eina røðu
Eisini verður lættari ábit og tónleikur, umframt at tað verður møguleiki at heilsa uppá listakvinnuna.
Silja Strøm (Savnsmynd)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2023
Hóskvøldið varð eitt minnismerki avdúkað á rennibreytini í Klaksvík til minnis um Guttorm Sørensen, sum andaðist 3. juli 2021
Guttorm Sørensen, best kendur sum Gutti, var ein slóðbrótari innan frælsar ítróttir og ikki minst innanfyri frælsar ítróttir í Norðoyggjum.
At fáa eina rennibreyt var eitt av hansara stóru hjartamálum. Hann kempaði hart og miðvíst fyri hesum dreyminum, sum bleiv veruleiki 1. oktober í 2022. Tá varð eisini kunnað um, at býráðið hevði samtykt at lata eitt minnismerki, sum ein týðandi part av økinum.
Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndin, stovnaði ein arbeiðsbólk, sum síðan hevur arbeitt við uppgávuni. Arbeiðsbólkurin var mannaður við Signhild V. Johannesen, býráðslimi, Ingun Sørensen, avvarðandi, Eileen Matras, Treysti og Fríðu Næs, Klaksvíkar kommuna.
Til hátíðarløtuna hósdagin bjóðaði Jóhanna Christiansen vælkomin. Hon hugleiddi um tær stóru ætlanirnar, sum Gutti hevði, og lovaði at halda allar avtalurnar, sum hon hevði gjørt við Gutta stutt fyri hann andaðist. Jóhanna og Gutti gingu í sama flokki í fólkaskúlanum, og fortaldi hon eisini um góð minnir frá tí tíðini.
Eftir at Kamilla Sørensen, dóttir Gutta og Ingun, hevði avdúkað minnismerkið, greiddi Signhild V. Johannsen frá tonkunum aftan fyri hugskotið.
Signhild segði m.a., at hóast tað var sorgblítt og tungt at koma í gongd, so bleiv tað skjótt greitt, at minnismerkið skuldi lýsa Gutta sum ein, ið slóðaði fyri.
Gutti var ein lítillátin maður, og tí skuldi minnismerkið ikki vera stórt í vavi. Hann var ein brúgva-byggjari, og tí var eisini eitt ynski um, at grótið skuldi koma frá tunnlinum norð um fjall, og ikki minst var hann ein Liverpool fjeppari um ein háls.
Øll sum hava fylgt “Treysta” leiðini hjá Gutta vita, at hann hevur slitið sínar skógvar fyri felagið, og tað myndar minnismerkið væl. Hansara yndis par hevur Skulpturstøberiet í Svendborg bronsað, og Grótvirkið í Skopum hevur gjørt arbeiðið í tøttum samstarvi við arbeiðsbólkin.
Áðrenn boðið var til kaffi spældi Andras Sólstein, “You'll Never Walk Alone”, sum eisini er merkt í minnismerkið.
Æra veri minnið um Guttorm Sørensen, sála.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2023
Norðurlendsku kenslumálaráðharrarnir ynskja at bøta um málførleikan hjá børnum og ungum hjá fremmandum foreldrum
Tað skal gerast meira við at geva børnum í Norðurlondum, sum hava útlendsk foreldur, undirvísing í máli.
Tað var niðurstøðan, tá norðurlendsku kenslumálaráðharrarnir í gjár hittust í Reykjavík fyri at tosa um týdningin av menning og inklusjón.
Talið av børnum og ungum við fremmandari bakgrund er økt nógv í norðurlondum hesi seinastu áratíggjuni. Hóast ætlanir um at tryggja øllum børnum góða útbúgving, so megna frálæruskipanirnar ikki at náa hesum málum.
Íslendska stjórnin ynskti tí at seta sjóneykuna á hesa avbjóðingina, tá norðurlendsku ráðharrarnir við undirvísingarmálum hittust í Reykjavík í gjár.
- Vit vita, at tað er neyðugt at læra málið fyri at falla til og trívast í einum nýggjum landi. Tí er tað av týdningi at skipa so fyri, at børn, ið flyta til okkara, hava góðar møguleikar fyri at læra norðurlendsku málini. Fundurin endaði við uppskotum til góðar verkætlanir, sum vit fara at arbeiða víðari við, og málið er, at øll børn í Norðurlondum skulu hava somu møguleikar, sigur Ásmundur Einar Daðason, íslendskur ráðharri við barna- og undirvísingarmálum.
Børn við aðrari málsligari og mentanarligari bakgrund hava ofta ringt við at fáa somu úrslit sum javnaldrar teirra í Norðurlondum, og gransking vísir, at útbúgving hevur størri fyribyrgjandi virðir enn onnur tiltøk, tá tað snýr seg um børn við sokallaðari sárbærum sosialum status, skrivar norden.org.
Tí er tað av týdningi at hava eina skipaða ætlan fyri at stuðla hesum børnum á teimum ymsu útbúgvingarstigunum. Málslig menning hevur týdning í hesum sambandi, og vandandi málførleikar kunnu hava stórar avleiðingar fyri lívið hjá tí einstaka, tá tað kemur til møguleikan fyri at útbúgva seg og fáa arbeiði.
Føroyski landsstýrismaðurin við barna- og undirvísingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, var við á fundinum í Reykjavík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2023
Sjónvarpsrøðin "Skyggekrigen" hjá DR, NRK, SVT og Yle kemur við nýggjum upplýsingum um ferðsluna nærhendis Nord Stream gassleiðingina áðrenn hon sprongdist
Serútgjørd russisk hernaðarskip, ætlað til fremja ella stuðla virksemi á havbotninum virkaðu í økinum nakar mánaðir og eisini nakrar dagar frammanundan spreingingarnar av Nord Stream-gassleiðingini í fjør.
Tað avdúka skandinavisku sjónvarpsstøðirnar DR, NRK, SVT og Yle í triðja parti av røðini “Skyggekrigen”.
Sendingin hevur fingið hendur á prógvum, sum vísa, at minst tvey skip høvdu heilt sjáldsama framferð júst á staðnum í ein landnyðring úr Bornholm, har nakrar spreingingar hendu umleið 26. september í fjør.
Í sendingini verður ført fram, at prógv eru ikki fyri, at tað vóru russar, ið løgdu spreingiløðingarnar, men tað er prógv fyri, at skip, ið eru før fyri at fremja slíkan yvirgang virkaðu í økinum – nakað, ið er óvanligt fyri hesi skip – og eisini at tey ferðaðust sum um tey høvdu serligar uppgávur at fremja júst har. Skipini brúktu ikki radiosamband og høvdu eisini sløkt fyri tólunum, ið vísa hvar tey eru. Tað var týðuligt, at tey ikki ætlaðu at verða uppdagað.
Triðji partur, sum kallast “Kampen om sandheden” snýr seg annars í stóran mun um russiska propaganda og falstíðindi, sum fer fram í Vesturevropa. Sambært sendingini er neyðugt at niðurbróta vesturevropeisku fólkaræðini fyri at russiska hernaðarætlanin í Ukraina skal eydnast.
“Skyggekrigen: Kampen om sandheden” sæst her https://www.dr.dk/drtv/se/skyggekrigen_-kampen-om-sandheden_382109
Russiska stjórnin hevur víst aftur avdúkingarnar hjá skandinavisku sjónvarpsstøðunum, og sigur, at talan er um eina villleiðingarkampanju.
Russiska uttanríkisráðið skrivar á Twitter, at nýggju upplýsingarnir um Nord Stream bert hava til endamáls at fjala yvir, hvør veruliga stóð fyri yvirganginum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2023
Finska blaðið Helsingin Samomat hevur gjørt “rúm” í telduspælinum, har russar kunnu fáa kunning um hvat hendir í Ukraina
Væl umtókta telduspælið Counter-Strike kann brúkast til at breiða út tíðindi, eitt nú um hvat gongur fyri seg í krígnum millum Russland og Ukraina.
Síðani russisku innrásina í Ukraina hevur Russland stongt fyri møguleikanum hjá borgarum at koma Facebook, Instagram, Twitter og teir flestu útlendsku tíðindamiðlarnar.
Ein miðil, ið er stongdur fyri lesarum í Russlandi, er stóra finska avísin, Helsingin Sanomat.
Men blaðið hevur funnið aðrar rásir at koma í samband við sínar lesarar í Russlandi, skrivar finska kringvarpið Yle.
Tí nakað, sum framvegis er loyvt í Russland, er telduspælið Counter-Strike, CS. Roknað verður við, at minst fýra milliónir russar, mest ungir menn, spæla hetta vældámda krígsspælið. Serliga er spælið vældámt í Sankta Pætursborg og Moskva, skrivar finska kringavarpið.
Nú hevur Helsingin Sanomat gjørt eitt loyniligt rúm í CS har miðilin hevur møguleika fyri at leggja kunning út um, hvat hendir í Ukraina.
Les grein í Helsingin Sanomat (á enskum) um loyniliga rúmið í CS
Hvørja ferð eitt CS-spæl fer í gongd, skal spælarin velja eitt kort, har spælið skal ganga fyri seg. Spælarar kunnu sjálvir skapa kort, ofta við stuttligum detaljum, eitt nú grafitti á veggunum – ella loynilig rúm.
Spælarar, sum fara inn í loyniliga rúmið hjá Helsingin Sanomat kunnu har eitt nú síggja eitt kort, sum vísir hvørji sivil mál Russland hevur rakt í Ukraina.
Á einum øðrum veggi í rúminum síggjast tíðindi um hópdráp í ukrainska býnum Butja. Tá spælarin nærkast, hoyrist eisini ein útvarpsrødd, ið greiðir frá um hendingina. Í rúminum er eisini kunning um, hvussu nógv russisk herfólk hava latið lív í Ukraina, skrivar Yle.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2023
Danska oyggin í Eystrasalti sær stórar framtíðar vinnumøguleikar í menningini av havvindorku
Í øllum londunum kring Norðsjógvin verður í hesum døgum skundað undir menningina av vindorku til havs, sum ein týðandi part av grøna orkuskiftinum. Og ein av eykavinningunum við hesi gongdini er arbeiði og uppgávur á landi sum veitarar til havvindmylnulundir.
Hetta síggja vit bæði í Danmark, Noregi, Niðurlondum og Bretlandi.
Menning av havvindmylnulundum setir stór krøv ikki bert til framleiðarar men eisini til veitaravinnuna á landi og til havs. Og í síðsta enda merkir hetta, hvussu londini á bestan hátt kunnu gera brúk av verandi og nýggjum havnum. Skulu málini í grøna orkuskiftinum tí røkkast við m.a. havvindorku, tá hava havnir avgerandi týdning.
Hetta kunnu tey á Bornholm í Eystrasalti sanna. So hvørt sum havvindorkan mennist, so mennast eisini havnirnar til at kunna veita vørur og tænastur til nýggju vinnuna. So umframt at veita tænastur til samferðsluna, fiskivinnuna og aðrar vinnur, lata havnir á Bornholm seg nú eisini í til at kunna bjóða havvindorkuvinnu vælkomnari.
Danski miðilin Søfart ger nógv burtur úr komandi havvindorkuframtíðini í Danmark, og í seinastu útgávuni verður ljós varpað á Bornholm, nú ein sáttmáli við heimsins størstu vindmylnufyritøku Vestas letur upp nýggjar dyr til havvindorkuvinnuna.
Avtalan, sum er gjørd millum fyritøkuna TASK Engeneering í Rønne havn og Vestas, ber í sær, at tað verða skapt 20 nýggj arbeiðspláss fyri smiðjum, elektrikarum og øðrum fakfólki at arbeiða við havvindverkætlanum út frá Bornholm. Fólk frá fyritøkuni hava júst verið á kanningarvitjan hjá Siemens-Gamesa í havnini í Rotterdam, har havvindprojekt fara av bakkastokki. TASK Engeneering hevur fingið til uppgávu at veita tænastur í sambandi havvindverkætlanina Baltic Eagle. Uppá longri sikt verða skapt fleiri hundrað nýggja arbeiðspláss.
Hetta er úrslitið av umfevnandi fyrireiking og arbeiði, sum m.a. fevnir um tríggjar ISA sertifiserngar, fundir og samarbeiði við lokalar fyritøkur á Bornholm so sum Business Center Bornholm. Uppgávan snýr seg eisini um at gera havnina í Rønne klára til at handfara ymsu uppgávurnar í sambandi við útbygging av havvindmylnulundini nærhendis Bornholm. Eitt av krøvunum frá Vestas er, at brúkt verður lokal arbeiðsmegi til tær ymsu uppgávurnar. Nýggja havvindmylnulundin Baltic Eagle liggur í týska partinum av Eystrasalti út fyri oynna Rügen og fevnir um 50 havvindmyllur uppá 9,5 MW.
Eigarin av Baltic Eagle, Iberdrola, roknar við at verða klárur at lata grønan streym til Týskland svarandi til nýtsluna hjá 475.000 húsarhaldum komandi ár. TASK Engineering, sum kemur at standa fyri arbeiðinum í Rønne, er í løtuni við at gerast ein tann fremsta vindvinnufyritøkan á Bornholm og fer hon komandi árini at leggja alla orku í at gera Bornholm til eina miðstøð fyri menning av havvindorku í Eystrasalti. Uppgávurnar eru tó so nógvar, nú tað eisini er politikkurin hjá donsku stjórnini at gera Bornholm til eina orkuoyggj, at tað verður neyðugt at innflyta arbeiðsorku her serstakliga úr Norðurtýsklandi.
Hóast føroyingar enn miðsavna seg um vindmylnulundir á landi, so hevur møguleikin fyri at seta upp vindmyllur til havs eisini verður nevndur í orkuorðaskiftinum. Tað var eisini hetta, sum kendi bretski orkuserfrøðingurin Gunther Newcombe umrøddi, tá hann undir vitjan í Føroyum í fjør í legði leiðina inn til Runavíkar havn. Boð hansara har vóru púra greið: mennið og útbyggið havnaløgini til eisini at kunna vera klár til at taka ímóti havvindorkuvinnuni, tá hon kemur so langt í Føroyum.
Tann dag tá havvindorkan av álvara kemur á dagsskránna í Føroyum, er sera umráðandi at hava havnir, sum eru tilreiðar at taka ímóti hesi avbjóðingi segði hann. Tað var Føroya Orkuídnaðarbólkur, sum beyð honum til Føroya fyri m.a. at umrøða grønar orkuverkætlanir í Hetlandi. Í næstum fara umboð fyri føroyskar stovnar og myndugleikar til Hetlands á ráðstevnu, har grøna orkuskiftið verður á skránni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2023
EM-plássið hjá føroyska manslandsliðnum varð ikki tryggjað við egnum mátti í kvøld men við heimasigrunum á Rumenia og Ukraina. Føroyski fagnaðurin í Eysturríki byrjaði, tá úrslitið í dystinum millum hesi liðini var greitt
Bregenz, Eysturríki (Portalurin) - EM 2024. Føroyskur hondbóltur hevur gjørt tað. Málið hevur í fleiri ár verið júst EM-endaspælið 2024, og tað skulu vit til - vit sum hava eitt íbúgvaratal á 54.000, ið er nógv færri enn nakar sum nakar, sum hevur verið til slíkt endaspæl hevur.
Tá EM í Týsklandi fer í gongd í um beint yvir sjey mánaðir, verða Føroyar ein einar av teimum 24 tjóðunum, ið eru umboððar.
Myndir: Tá EM-plássið kom í hús
Myndir: Stóri dysturin í Bregenz
Føroyska manslandsliðið vann greitt á Ukraina mikukvøldið. At munurin gjørdist sjey mál, fekk avgerandi týdning í kvøld.
Hetta tí at tað skjótt gjørdist greitt, at Føroyar ikki fóru at fáa stig móti Eysturíki sunnudagin. Til tað var eysturríska álopsspælið í fyrra hálvleiki alt ov gott, og tá okkara so ikki fingu verjuna at hanga saman og brendu ov illa í hinum endanum, so var munurin í steðginum átta mál.
Hákun West av Teigum gjørdist greiður føroyskur toppskjútti í Eysturríki, men vongurin var ein av teimum, ið brendi opin skot (Mynd: Sverri Egholm)
Okkara minkaðu við samanlagt trimum málum eftir steðgin, tá Eysturríki eisini setti ferðina niður. Í fullsettu høllini her kundu eysturríkar fegnast um eina undankapping við fullum stigtali - okkara noyddist at bíða eftir úrslitinum í Týsklandi.
Har var Ukraina á veg móti stórsigri á Rumenia. Sigurin kom tó tíbetur ikki upp á átta máli, tí so høvdu Føroyar mist 3. plássið. Har endaði 31-26, og tá tað úrslitið var greitt, brast ein stórur fagnaður á millum allar føroyingarnir í Bregenz. Eysturríkar fagnaðu eisini føroyingunum.
Tað at 3. plássi í okkara bólki fór at geva atgongd til endaspælið, var tað so at siga ongantíð nakar ivi um.
Eina løtu kom tó ivi í fjøldina. Hetta var orsakað av, ar danin Rasmus Boysen, ið fylgir sera væl við altjóða hondbólti, legði út á sosiala miðlar, at Føroyar ikki vóru millum teir bestu fýra trý'arnar. Hetta varð tó skjótt drigið í land, og EHF váttaði luttøkuna 18.52 føroyska tíð.
Mynd: EHF
EM-undankappingarbólkur 4 - 6. og seinasta umfar
30. apríl, Handballhalle Bregenz
Eysturríki - Føroyar 38-33 (24-16)
Ukraina - Rumenia 31-26
Støðan í bólkinum eftir síðsta umfar:
Eysturríki 12 stig
Rumenia 6 stig
Føroyar 4 stig *
Ukraina 2 stig
*Fýra teir bestu trý'arnir koma, eins og nummar eitt og tvey, víðari til EM-endaspælið. Føroyar er í løtuni tann besti trý'arin av teimum átta.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2023
Mikudagin verður greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í EM-endaspælinum í Týsklandi í januar. Føroyska liðið er í niðasta styrkisbólkinum
Føroyska manslandsliðið spældi seg í síðstu viku víðari til EM-endaspælið, sum verður í EM í januar. Hetta verður ein søgulig føroysk luttøka, tí eitt føroyskt A-landslið hevur ikki verið til eitt slíkt endaspæl áður - í nøkrum ítrótti.
Skjótt fæst greiða á, hvørjum Føroyar vera í bólki saman við. Lutakastið verður mikudagin í næstu viku, 10. mai, og evropeiska hondbóltssamgongan hevur kunngjørt, hvussu liðini eru styrkismett til lutakastið.
24 lond hava spælt seg til endaspælið í Týsklandi. Seks bólkar vera við fýra liðum í hvørjum. Harvið eru fýra styrkisbólkar við seks liðum í hvørjum.
Ikki óvæntað eru Føroyar í niðasta styrkisbólkinum. Okkara skulu, eins og Georgia og Grikkaland, við til eitt endaspæl fyri fyrstu ferð.
Spennandi bólkasamansetingar kunnu verða. Tvey lið kunnu koma víðari úr hvørjum bólki, so tað er á pappírinum ógvuliga ósannlíkt, at okkara spæla seg víðari til "høvuðsumfarið".
Styrkisbólkarnir síggjast eisini niðanfyri - eitt lið úr hvørjum lagi fer í hvønn bólk
Styrkisbólkur 1: Svøríki, Spania, Danmark, Frakland, Noreg og Ísland
Styrkisbólkur 2: Týskland, Niðurlond, Slovenia, Ungarn, Portugal og Eysturríki
Styrkisbólkur 3: Kroatia, Bosnia Hersegovina, Poland, Kekkia, Serbia, Norðurmakedonia
Styrkisbólkur 4: Sveis, Rumenia, Montenegro, Grikkaland, Georgia, Føroyar
Føroyar eru ímillum tey seks lægst styrkismettu liðini í kappingini - Eysturríki, ið vann okara bólk, er í styrkislagi tvey (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2023
21-ára gamli hoyvíkingurin skoraði 17 mál í teimum báðum dystunum í síðstu viku, og EHF hevur nú heiðrað Hákuni West av Teigum
Í vetur varð hann kosin besti ungi høgri vongur í heiminum (fyri spælarar føddir eftir aldarskiftið) og seldur til týska stórfelagið Füchse Berlin. Í síðstu viku var Hákun West av Teigum við til at spæla Føroyar víðari til EM-endaspæli, og hann er nú kosin sum besti høgri vongur fyri tvey tey seinastu umførini í undankappingini.
Hetta kunngjørdi evropeiska hondbóltssamgongan í vikuni.
21-ára gamli hoyvíkingurin er á listanum saman við stórum nøvnum sum snilda kroatiska spælskiparanum Luka Cindric, risanum í íslendska málinum, Viktori Hallgrímsson, og krútsterka eysturríkska strikuspælaranum, Tobiasi Wagner, ið gav Føroyum høvuðbrýggj aftur hesuferð, men sum býtti um blusu við Óla Mittún eftir dystin.
Liðið hjá EFH fyri 5. og 6. umfar í EM-undankappingini - dystirnar í síðstu viku:
Tað vóru helst serliga mongu málini hjá Hákuni farnu viku, ið gjørdu munin. Ukraina ansaði heilt væl eftir Hákuni í týðandi 33-26 heimasigrinum hjá Føroyum fyri viku síðani, men kortini skoraði høgri vongurin seks mál. Hann var so at siga lýtaleysur, tá hann fekk møguleikan: Einasta brenda skotið var eftir heldur miseydnaðan flúgvara.
Málverjin hjá Eysturríki hevði betri tak á Hákuni West av Teigum enn tann hjá Ukraina. Sjey skot hjá Hákuni endaðu ikki í málinum, men Skanderborg Århus-spælarin gjørdist tó toppskjútti í dystinum við tíggju málum. Hákun var nummar fimm á listanum yvir toppskjúttar í allari undankappingini við 39 málum í seks dystum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2023
Vit vistu, at teir eru torførir at spæla ímóti, tí teir eru so kvikir, sigur Nikola Bilyk, sum skjótt fær Elias Ellefsen á Skipagøtu sum liðfelaga í THW Kiel
Bregenz, Eysturríki (Portalurin) - Elias er ein super fýrur og spennandi spælari; tað verður umráðandi, at hann heldur seg skaðafrían.
Nikola Bilyk og Elias Ellefsen á Skipagøtu verða liðfelagir í THW Kiel eftir summarferiuna. Teir stóðu og tosaðu saman, tá Portalurin prikaði eysturríkaran á økslina.
Hann vildi fegin tosa, og var hann errin yvir avrikið hjá liði sínum í 38-33 sigrinum í dag.
- Vit vistu, at tað fór at vera ein torførur dystur móti Føroyum, og høvdu vit fyrireika okkum væl. Teir eru lágvaksnir og kvikir, og torførir at hava við at gera, staðfesti Bilyk.
Sí eisini: Elias: - Hava droymt um hetta síðani vit vóru smádreingir
Hann segði seg vera glaðan vegna Føroyar og føroyska liðið, sum skrivaði søgu og kemur til EM saman við Eysturríki. Bilyk var eisini ein av eysturríksku spælarunum, sum fór inn í føroyska skiftingarrúmið, og ynskti føroyinginunum tillukku. Eftir staðfestingina fagnaðu teir mongu áskoðarnir eisini Føroyum, og hallarspeakarin kom eisini við kunning og lukkuynski um støðuna.
Nikola Bilyk og liðfelagirnir fingu fult stigatal í bólkinum, og er hetta eysturríksk søga.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2023
Greipan kann verða staðfest, og gullkrónurnar handaðar í Hoyvík í dag. H71 vann 32-27 á Kyndli í høllini á Hálsi í aðru finauluni mikukvøldið
Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna, har H71 ikki heilt fekk loyst upp fyri Kyndlisverjuni, og Turið Arge Samuelsen fekk nøkur góð mál. Skjótt gjørdist tó greitt, at tað var ein ávísur munur á liðunum.
Fimm mál vóru á muni í steðginum, og fimm mál vóru á muni, tá samanumkom. Gjøgnum seinna hálvleik var tað ongantíð, at tað kendist sum um, at Kyndil veruliga fór at megna at gera tað spennnandi. Tað var líka seinasta átta minuttirnar, at Jovana Strajanac tók fleiri skot, H71 bert skoraði tvey mál, og Kyndil minkaði um munin við trimum málum.
Harvið var samanlagdi sigurin hjá hoyvíkskvinnum nakað smalri enn í Hoyvík, men hann var tó sannførandi.
Aftur hesuferð var Jana Mittún framúr. Hon skoraði tíggju mál, fann viðspælararnir væl, tók sakina í egnar hendur, tá spælið steðgaði upp, umframt trekti útvísingar og vann brotskøst.
Jana var toppskjútti hjá H71 mikukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
Hoyvíkskvinnur royndu tað, sum tær kundu, fyri at steðga Turið Arge Samuelsen (Mynd: Sverri Egholm)
Í skipaða verjuspælinum eydnaðist tað í fleiri førum at halda Kyndli - serliga í fyrra hálvleiki - men samanlagt var Turið Arge trupul at tálma. Nummar 33 skoraði heili 15 mál, og skoraði frá nógvum ymiskum støðum - eisini eftir "skjóta miðju" og skjótálop sum heild. Í nøkrum løtum fann Kyndil fleiri góðar loysnir, men samanlagt vóru ov nógvar tekniskar villur, og heldur nógv tyktist verða tengt at, at Turið skuldi gera tingini sjálv.
Kyndil stóð seg samanlagt betri enn í fyrstu finaluni, men tær í grønum skulu fáa tað at hanga saman yvir 60 minuttir í Hoyvík í dag, um ikki H71 skal staðfesta greipuna. Tað kann gerast annað árið á rað, at hoyvíkskvinnur lyfta FM-steypið.
Myndir: Sverri Egholm
FM-finalur í SMS-deildini
finala nummar 2 - mikudagin, 3. mai í Høllini á Hálsi
Kyndil (0) - H71 (2) 27-32 (11-16)
Toppskjúttar:
Turið Arge Samuelsen 15 mál, Jana Mittún 10 mál
finala nummar 1 - leygardagin 29. apríl í Hoyvíkshøllini
H71 - Kyndil 34-25 (15-14)
Toppskjúttar:
Turið Arge Samuelsen 10 mál, Nadja Pejovic 8 mál,
Jana Mittún 8 mál, Maria Halsdóttir Weyhe 6 mál
Triðja finalan - sum møguliga kann verða tann avgerðandi - verður spæld í Hoyvíkshøllini í kvøld klokkan 19.30. Vinnur Kyndil í kvøld, verður fjórða finalan spæld mikukvøldið 10. mai klokkan 20.15 á Hálsi.
Om um neyðugt verður við eini fimtu og avgerðandi finaludysti, verður hann í Hoyvíkshøllini næsta leygardag, 13. mai kl. 15.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2023
43 ára gamli danin hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir sum venjari hjá bæði børnum og vaksnum, og fer hann komandi kappingarár at vera høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum og øllum gentuliðunum
StÍF og Dan Muurholm Jürgensen hava gjørt avtalu um samstarv fyri komandi kappingarár.
Dan verður nýggjur høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá StÍF. Hann verður eisini høvuðsvenjari hjá øllum gentuliðunum, boðar StÍF frá í tíðindaskrivi.
– Ein týðandi partur av hansara arbeiði er at menna og kveikja verandi og nýggjar hjálparvenjarar. Hann fer eisini at skipa fyri átøkum, sum styrkja felagsskapin og samanhaldið hjá børnum, ungum og teimum vaksnu. Hann verður við í arbeiðinum hjá StÍF at geva ráð og íkast til bygging av nýggjari ítróttarhøll á Strondum.
Dan er 43 ára gamal og er úr Danmark. Hann hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir sum venjari hjá bæði børnum og vaksnum. Han hevur hondbóltsvenjaraútbúgving og fleiri leiðsluroyndir, og hevur hann í nøkur ár arbeitt við talentmenning í Aabenraa og Sønderborg, skrivar StÍF, sum fegnast um nýggja samstarvið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2023
Liðið hjá Jákup á Borg vann lyklasigur, og tað sær tyngri út hjá AB nú. Víkingur vendi tí í seinna hálvleiki móti 07 Vestur - HB vísti til tíðir flott spæl í Hólmanum og er nú eitt stig aftanfyri KÍ
Tríggir dystir í 8. umfari í Betrideildini vórðu spældir í gjárkvøldið.
HB vísti seg væl fram í fyrra hálvleiki í Hólmanum. Liðið hjá Jákupi Martin Joensen spældi væl - við ferð og við yvirskoti - men teir hjá EB/Streymi kundu iðra seg um, at eitt persónligt mistak eftir fimm minuttir og ein deyðbóltsstøða kostaðu mál.
Heimaliðið kom betri út eftir steðgin og skapti nakrar góðar støður - serliga var ein trífaldur málmøguleiki, har Teitur Gestsson fyrst bjargaði, síðani verjuleikari á strikuni, áðrenn bólturin til endans fór uppum HB-málið.
Mikkel Dahl stongdi dystin løtu seinni við sínum seinna máli í dystinum - hetta var eftir gott kontra. HB jagstrar framvegis KÍ.
Jákup Martin Joensen kundi fegnast eftir sigur á gamla heimavøllinum (Myndir: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir frá dystinum her
Víkingur hevur nú væl og virðiliga staðfest sína støðu á 4. plássinum, men tað helt hart í Sørvági fríggjakvøkdið, har teir úr Eysturkommunu ofta hava sítt baks. 07 Vestur legði seg á odda fimm minuttir fyri steðgin, tá Høgni Egilstoft sló til, men miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk ungi bakkurin Signar á Brúnni sítt fyrsta mál í Betrideildini, og tveir minuttir seinni skoraði Arnbjørn Svensson sigursmálið.
B68 vann annan dystin á rað og hevur nú níggju stig. Heimaliðið var greitt omaná fyri steðgin, og Ragnar Samuelsen skoraði í 10. minutti eftir gott upplegg frá Sebastian Lau Nielsen. AB kom nógv betri við eftir steðgin, men tað eru fleiri orsøkir til, at AB er botnlið - millum annað at mál mangla. Liðið hjá Henrik Larsen hevur nú seks stig upp til strikuna og hevur fingið lítið burturúr móti liðunum, ið teir kundu hugsast at kappast ímóti.
8. umfar í Betrideildini
Fríggjadagin 5. mai
EB/Streymur - HB 0-3 (0-2)
6' Mikkel Dahl (Áki Samuelsen) 0-1
24' Matthias Præst Nielsen 0-2
73' Mikkel Dahl (Mads Borchers) 0-3
07 Vestur - Víkingur 1-2 (1-0)
40' Høgni Egilstoft Nielsen (Uros Stojanov) 1-0
67' Signar á Brúnni 1-1
69' Arnbjørn Svensson (Sølvi Vatnhamar) 1-2
B68 - AB 1-0 (1-0)
Ragnar Samuelsen (Sebastian Lau Nielsen) 1-0
TB - B36 0-3 (0-2)
25' Jann Benjaminsen 0-1
38' Michal Przybylski (Taufee Skandari) 0-2
52' Benjamin Heinesen (Hannes Agnarsson) 0-3
89' Bjarki Nielsen 0-4
Í dag, leygardagin 06. mai
Kl. 18: KÍ - ÍF
Støðan í Betrideildini
1. KÍ 21 stig *
2. HB 20 stig
3. B36 18 stig
4. Víkingur 14 stig
5. ÍF 9 stig *
6. B68 9 stig
7. 07 Vestur 7 stig
8. EB/Streymur 7 stig
9. TB 5 stig
10. AB 1 stig
*Ein dyst færri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2023
KÍ gagnnýtti yvirtalsstøðuna og yvirtíðina í undirhaldandi oddadystinum í Gundadali. Jonn Johannesen kom inn til sín fyrsta dyst í ár og avgjørdi við góðum máli til 3-2
KÍ hevur framvegis fult stigatal. Hetta var ógvuliga nær við at broytast í Gundadali sunnudagin. B36 vísti aftur, at tað kann gera bart í ár og javnaði tvær ferðir, eftir at Páll Klettskarð hevði lagt KÍ á odda.
Royndi áleyparin byrjaði á bonkinum í steypaósigrinum fyri B36 í Gundadali átta dagar frammanundan. Longu eftir fimm minuttir sunnudagin vísti Páll Andrasson Klettskarð, hví tað kann vera eitt gott hugskot, at hann byrjar inni. Claes Kronberg legði innfyri úr vinstru, og Páll setti punktum fyri góðum álopi - hann sníkti seg burtur frá Sonna Ragnar Nattestad og stútaði bóltin í kassan.
Næsta málið hjá Pálli - og tað fimta hjá honum í vikuni - var eisini rætt áleyparamál: Hann prikaði bóltin í málið hjá Mattiasi Lamhauge, eftir at Mads Mikkelsen varð sendur avstað, hevði sett Isak Jönsson av á baklinjuni og lagt bóltin inn í málteigin.
Páll Andrasson Klettskarð gjørdist tvífaldur málskjútti í Gundadali og er toppskjútti í Betrideildini við tíggju málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
B36 javnaði tvær ferðir og vísti tenn, men reytt kort til Eli Falkvard - rættvíst ella ikki - gjørdi mun (Savnsmynd: Sverri Egholm)
B36 vísti tó tvær ferðir, at liðið hevur mál í sær og kann gera lívið hjá KÍ trupult. Hóast klaksvíkingar vóru omaná í fyrra hálvleiki og høvdu onkran stóran møguleika afturat, hótti heimaliðið nakrar ferðir, og eftir hálvan tíma stútaði Magnus Egilsson bóltin flott í longra málhorn eftir snilt hornaspark. Tað var eisini B36, ið legði betri út eftir steðgin og longu í øðrum minutti var Michal Przybylski knappur í KÍ-brotsteignum, eftir at langt innkast varð longt. So var 2-2, og løtu seinni noyddist Árni Frederiksberg at fara av vølli við skaða.
Tað vóru nakrar harðar takklingar í dystinum - frá báðum liðum - og fleiri og fleiri og fleiri kort komu, meðan tað var javnleikur. Í 83. minutti fekk Eli Falkvard Nielsen sítt seinna gula kort. Kári á Høvdanum metti, at B36-liðformaðurin við vilja hevði sparkað Jonn Johannessen, eftir at klaksvíkingurin hevði spælt bóltin víðari. Ónøgd í B36-leguni, og teir noyddust at verja í langari yvirtíð.
Tað bar tó ikki á mál, tí omanfyrinevndi Jonn tók sakina í egnar hendur í 94. minutti, tá hann fekk bóltin frá liðformanni síðnum - staddur til vinstru í B36-brotsteignum. 21-ára gamli vongurin snýtti Andrias Eriksen og smekkað bóltin í málið til stóran fagnað í KÍ-leguni. Jonn Johannessen breyt fótin í mai í fjør og hevur verið undir uppvenjing í vetur. Nú gjørdi hann stóran mun sum innskiftari í stórdysti, og liðið hjá Magna Hoseth hevur fult stigatal eftir sjey umfør - seks stig eru niður til B36.
7. umfar í Betrideildini
Sunnudagin 30. apríl
B36 - KÍ 2-3 (1-2)
05' Páll Andrasson Klettskarð (Claes Philip Kronberg) 0-1
31' Magnus Egilsson (Jann Benjaminsen) 1-1
39' Páll Andrasson Klettskarð (Mads Boe Mikkelsen) 1-2
46' Michal Przybylski (Eli Falkvard Nielsen) 2-2
90 (+4)' Jonn Johannessen (Jákup Biskopstø Andreasen) 2-3
Reytt kort: Eli Falkvard Nielsen (83')
07 Vestur - HB 1-3 (1-1)
09' Mikkel Dahl 0-1
20' Uros Stojanov 1-1
70' Emil Berger (Adrian Rúnasson Justinussen) 1-2
82' Adrian Rúnasson Justinussen 1-3
Víkingur - EB/Streymur 1-0 (1-0)
12' Jákup Johansen (Bergur Gregersen) 1-0
AB - TB 0-0
ÍF - B68 1-3 (0-1)
08' Mohammed Samba (Ragnar Samuelsen) 0-1
48' Boubacar Dabo (Jørgen Nielsen) 0-2
74' Boubacar Dabo 0-3
87' Jhon Mena 1-3
Reytt kort: Aleksandur Joensen (86')
Støðan í Betrideildini eftri 7 umfør:
1. KÍ 21 stig
2. HB 17 stig
3. B36 15 stig
4. Víkingur 11 stig
5. ÍF 9 stig
6. EB/Streymur 7 stig
7. 07 Vestur 7 stig
8. B68 6 stig
9. TB 5 stig
10. AB 1 stig
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2023
Leirvíkingurin avgjørdi dystin móti Pæturi Petersen og KA í 87. minutti, og Reykjavík-felagið hevur framvegis fult stigatal
Báðir føroyski landsliðsspælararnir spældu fullan dyst, tá Víkingur Reykjavík tók ímóti KA Akureyri í fjórða umfari í fremstu íslendsku deildini leygardagin.
Tað vóru Gunnar Vatnhamar og Víkingur, ið kundu fegnast um trý stig, og var hetta mest 28-ára gamla leirvíkinginum at takka. Hann spældi á verjukenda miðvøllinum, og í 87. minutti rann hann inn í brotsteigin og stútaði bóltin í málið eftir innlegg.
(Mynd: Kristinn Steinn Traustason)
Hetta merkir, at Víkingur Reykjavík framvegis hevur fult stigatal: Tólv stig og trý stig niður til Val á øðrum plássið, og liðið hevur framvegis ikki latið mál inn. KA Akureyri hevur fimm stig og er í løtuni á sjeynda plássi. Pætur Petersen spældi á høgra vongi.
Gunnar Vatnhamar byrjaði á bonkinum tveir teir fyrstu dystirnar, eftir at hann kom til Íslands. Nú hevur landsliðsspælarin spælt 90 minuttir tríggjar dystir á rað, og hevur hann higartil verið brúktur á sentrala miðvøllinum.
Talan gjørdist um eitt samanlagt gott føroyskt fótbóltsumfar í Íslandi, tí bæði Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen skoraðu fyri Breiðablik. Klæmint avgjørdi við máli til 5-4 í yvirtíðini - hetta var fyrsti dysturin hjá rituvíkinginum í bestu íslendsku deildini. Breiðablik er á 5. plássi við seks stigum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2023
A-landsliðið hjá kvinnum er í bólki við Aserbadjan, Montenegro og Kýpros í fyrstu Nations League-kappingini, sum byrjar í september
Týsdagin var lutakast í Nyon í Sveits um bólkabýtið í fyrstu Nations League hjá kvinnum nakrantíð.
Føroyar vóru í niðasta styrkisbólki í niðastu deildini. Talan er um deild C, ið er ein av teimum trimum deildunum. Lond, ið eru styrkismett undir nummar 33 í Evropa, eru í hesari deildini.
Føroyar fingu Aserbadjan úr ovasta styrkislagi, Montenegro úr bólki nr. 3 og síðani Kýpros, ið er beint omanfyri okkum. Talan er um lond, sum verða mett at vera eitt sindur betri enn vit í kvinnulandsliðshøpi, men tó eisini lond, ið Føroyar kunnu spæla javnar dystir ímóti.
Spælt verður í heyst og tíðliga í vetur. Tveir dystir eru á skránni í seinnu hálvu av september, tveir síðst í oktober og síðani ein 29. novemer og tann seinasti 5. desember. Hetta verða áhugaverdar royndir hjá kvinnulandsliðnum undir nýggja landsliðsvenjaranum, Signe Priess Andersen.
Dystarskrá:
Matchdays 1–2: 20.–26. september 2023
Matchdays 3–4: 25.–31. oktober 2023
Matchdays 5–6: 29. november–5. desember 2023
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2023
TB/FCS/Royn fekk mikukvøldið sítt fyrsta stig í Betri deildini hjá kvinnum. Tað gjørdu suðuroyarkvinnur við javnleiki móti EBS/Skála
Tapini hava mangan verið stór, men onkuntíð hevur verið nær við, at suðuroyarkvinnur hava fingið sítt fyrsta stig síðani tær komu í bestu deildina at spæla við kappingarbyrjan í fjør.
Mikukvøldið, eftir 26 dystir í Betri deildini hjá kvinnum, eydnaðist tað loksins TB/FCS/Royn at vinna sítt fyrsta stig.
Tað gjørdu tær við 1-1 javnleiki á Skála móti EBS/Skála.
Heimaliðið legði seg á odda við máli frá Leu Lisberg tá 33 minuttir vóru leiktir, men bara tríggjar minuttir seinni javnaði Nancy Einarsson fyri TB/FCS/Royn.
Suðuroyarkvinnur vóru undir stórum trýsti í seinna hálvleiki, men fleiri mál komu ikki og fyrsta stigið var veruleiki.
Dagsins leikari, sambært dystir.fo, var málverjin hjá TB/FCS/Royn, Soledad Alejandra Arroyo.
Tríggir aðrir dystir vóru í bestu kvinnudeildini mikukvøldið. 07 Vestur hevði vitjan av oddaliðnum KÍ. Klaksvíkskvinnur vunnu 2-0. NSÍ var á vitjan hjá Víkingi í einum málríkum dysti og vann 5-2. Grannauppgerð var í Gundadali, og bleiv ikki avgjørd fyrr enn í tíðini, dómarin hevði lagt afturat. Livyan Kétille Borges Silva avgjørdi og tryggjaði B36-kvinnum trý stig.
EBS/Skála - TB/FCS/Royn kv. 1-1 (1-1)
33' Lea Lisberg 1-0
36' Nancy Einarsson 1-1
07 Vestur - KÍ kv. 0-2 (0-2)
03' Eyðvør Klakstein 0-1
10' Rebekka Fjallsá Benbakoura 0-2
Víkingur - NSÍ kv. 2-5 (1-3)
09' Mirjam Huneck 0-1
13' Heidi Sevdal 0-2
38' Hjørdis Rasmusdóttir 1-2
45+03' Eydna Olsen Dalheim 1-3
64' Sjálvmál 2-3
67' Lena Olsen 2-4
79' Heidi Sevdal 2-5
B36 - HB kv. 1-0 (0-0)
90+01' Livyan Kétille Borges Silva 1-0
1. KÍ 15 stig (5 dystir)
2. NSÍ 10 stig (5 dystir)
3. B36 8 stig (5 dystir)
4. HB 7 stig (4 dystir)
5. 07 Vestur 7 stig (5 dystir)
6. Víkingur 4 stig (4 dystir)
7. EBS/Skála 1 stig (5 dystir)
8. TB/FCS/Royn 1 stig (5 dystir)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2023
Talan var um flott føroysk mál í fyrra hálvleiki, men tíverri megnaðu Føroyar ikki at halda fast í seinna hálvleiki í fyrsta dystinum í menningarkappingini
Eftir ferðing í næstan eitt samdøgur kom føroyska U17-landsliðið við dreingjum uppá pláss í Albania mánadagin. Her er UEFA menningarkapping á skránni, og føroyska liðið spældu fyrrapartin týsdagin fyrsta dystin móti Aserbadjan.
Fyrri hálvleikur eydnaðist heilt væl. Longu eftir sjey minuttir var 1-0. Føroyar vunnu bóltin á hálvuni hjá Aserbadjan, og Bogi á Reynatrøð fekk hann í vinstru síðu. Leirvíkingurin hótti, trekti síðani inn til sítt høgra bein og sendi bóltin á vakran hátt upp í longra málhorn.
Stutt fyri steðgin øktu Føroyar. Hetta var eftir at Aron Benjaminsen tók sakina í egnar hendur, eftir at Skála-liðfelagin Josva Signarsson sendi hann væl avstað í høgru. Talan var um góðar driblingar og hart og gott skot við vinstra beinið niður í longra málhorn.
Tíverri megnaði føroyska liðið ikki at halda fast í seinna hálvleiki. Aserbadjan var omaná og skoraði heili fýra ferðir.
Harvið endaði tað 2-4 í fyrstu royndini í kappingini. U17-landsliðið hjá Føroyum skuldi hósdagin spæla móti Moldova. Venjari hjá liðnum er Fróði Benjaminsen.
Teirr ellivu, ið byrjaðu dystin (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2023
Jógvan Martin Olsen hevur úttikið hópin, sum seinni í mánaðinum skal til EfB NorSea Elite Cup í Esbjerg. Dreingir úr níggju ymiskum føroyskum feløgum eru við
Sum vant skal føroyska U15-landsliðið við dreingjum spæla kapping í Esbjerg. Fyri dreingirnar er tað fyrstu ferð, at teir skulu út um landoddarnar at spæla fyri Føroyar
Tað er í døgunum 15. til 21. mai, at árliga EfB Elite Cup fótbóltsstevnan verðurí versturjútska býnum.Tað er Esbjerg forenede Boldklubber, ið skipa fyri. Fótbóltssamband Føroya skrivar, at umframt føroyska U15-landsliðið, luttaka úrvalslið úr millum annað Noregi, Svøríki, Danmark og Týsklandi á fótbóltsstevnuni.
Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U15-landsliðnum, og hann hevur nú sett navnn á teir 18 spælararnar, ið eru boðsendir til EfB Elite Cup 2023.
Hópurin
Dánjal Müller, KÍ
Noa Klein Joensen, Víkingur
Bárður Terjason, B36
Hávardur M. Thomassen, B36
Dennis Anghel, B36
Axel Holm Simonsen, B36
Samuel Lerulli, B36
Dániel Thomsen, EB/Streymur
Magnus Thomsen, EB/Streymur
Markus Danielsen, NSÍ
Jóel Tróndargjógv, NSÍ
Dávid Jørgensson, Víkingur
Markus S. Højgaard, Víkingur
Sámal Nolsøe, 07 Vestur
Jákup K. Poulsen, B68
Hákun Rask Olsen, HB
John Ziska Joensen, KÍ
Tummas Joensen, FC Suðuroy
Talan er um spælarar, ið eru føddir í 2009. Yvir longri tíð hava teir havt møguleika fyri úrvalsvenjing, sum fleiri aðrir. Á fsf.fo síggjast fleiri myndir av venjing hjá U15-landsliðnum herfyri.
Jógvan Martin Olsen er aftur í ár høvuðsvenjari hjá U15-dreingjunum. Jens Erik Rasmussen er hjálparvenjari (Mynd: FSF)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2023
Fyrsti altjóða FIFA-skrásetti landsdysturin í Føroyum varð leiktur millum Føroyar og Kanada á ovara vølli í Gundadali 14. apríl 1989
Ein minnispláta er sett upp í Gundadali til minnis um fyrsta altjóða FIFA-skrásetta landsdystin í Føroyum, sum varð leiktur á ovara vølli í Gundadali 14. apríl 1989.
Dysturin var millum Føroyar og Kanada, og Føroyar vunnu 1-0.
Føroyar fingu altjóða limaskap í FIFA 2. juli 1988. Teksturin á minnisplátuni er á føroyskum og enskum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2023
Skoraði sítt mál nummar 35 í hesum kappingarárinum móti West Ham í gjárkvøldið
Norski áleyparin hjá Manchester City, Erling Haaland, er nú tann spælarin, sum hevur skorað flest mál í Premier League í einum kappingarári.
Mikukvøldið skoraði hann sítt mál nummar 35 í hesum kappingarárinum, og fór sostatt framum tey 34 málini, sum Alan Shearer og Andrew Cole fyrr hava megnað at skora í sama kappingarári.
Manchester City vann mikukvøldið 3-0 á West Ham United, og legði seg harvið aftur fram um Arsenal í kappingini um enska meistaraheitið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2023
Finalan var á veg ímóti gullseti, tá ið Fleyr var á odda 10-8 í fimta setti, men Mjølnir tók seg framum aftur og vann javnbrótaran 15-12
Føroya Tele-deildin, menn
Seinna FM-finalan:
Mjølnir – Fleyr 3-2 (25-23, 19-25, 25-18, 18-25, 15-12)
Finalan var á veg ímóti gullseti, tá ið Fleyr var á odda 10-8 í fimta setti, men Mjølnir tók seg framum aftur og vann javnbrótaran 15-12, og so vann Mjølnir sítt fimta føroyameistaraheiti á rað, sum er met hjá monnum.
Mjølnir hevði annars vunnið fyrsta sett rættiliga sannførandi, hóast settúrslitið sigur, at einans tvey stig vóru á muni. Men spenningur kom aftur í finaluna, tá Fleyr við Phil Freere á odda vann annað sett og var á odda 10-6 í triðja setti, men við støðuna 13-13 misti Fleyr takið, og Mjølnir sleit seg leyst og vann 25-18.
Men Fleyr hevði ikki givið skarvin yvir og vann fjórða settið 25-18, og so var klárt til javnbrótaran. Vann Fleyr, so skuldu vit hava gullsett; vann Mjølnir, so var Mjølnir føroyameistari. Og tað var um eitt hár gjørt, at avgerðin um føroyameistaraheitið ikki skuldi fella í gullsettinum, tí Fleyr legði seg á odda 10-8 í javnbrótaranum, eftir at hava verið aftanfyri 5-2. Men Mjølnir vísti sína mentalu styrki og fór framumaftur, og Ólavur Johannesen langaði seinasta bóltin í blokkin hjá Fleyr og út, so Mjølnir vann 15-12 – og ikki minst: føroyameistaraheitið!
Argentinski leikandi venjarin hjá Mjølni, Cristian Imhoff, var valdur til dagsins leikara hjá Mjølni, og hjá Fleyr fekk avstralski leikandi venjarin, Phil Freere, henda heiður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2023
Rajko Petrovic fekk ein sigur í síni seinastu finalu sum venjari fyri SÍ. Hann hevur staðið á odda fyri sørvingum í 202 finalum
Føroya Tele-deildin, kvinnur
Seinna FM-finalan:
SÍ – Fleyr 3-0 (25-15, 25-18, 25-19)
Tað tók einans fimm korter hjá SÍ at tryggja sær føroyameistaraheitið í tryggum 3-0 sigri á Fleyr í seinnu FM-finaluni, sum varð spæld í høllini á Hálsi leygardagin.
Spenningur var var ongantíð í dystinum; til tað var ov stórur munur á liðunum.
Fleyr fylgdi so dánt við til 12-15 í fyrsta setti, men so so fór SÍ í einum háli upp á upp 21-12, áðrenn Svetlana Shvanskaya gjørdi tað til 25-15 við fínum slagi, sum Fleyr ikki megnaði at taka ímóti.
Í øðrum setti sá eina løtu út til, at vit fóru at fáa ein veruligan dyst, tá ið Fleyr legði seg á odda 10-8 og fylgdi við til 15-15. Men tá tað veruliga galt, so var SÍ skarpari, og fór aftur í einum frá 19-18 til 25-18. Seinasta bóltin langaði veteranurin Vivian Ole-Jacobsen í gólvið, eftir at SÍ hevði fingið eitt smassj frá frá Iuliu Kuvshinova uppaftur.
Í triðja setti sá dysturin út til at vera avgjørdur, tá SÍ var á odda 6-0, men Fleyr minkaði um munin til 8-6. Vónin hjá fleyr var tó stokkut, tí lítla løtu seinni var 13-6 til SÍ, og tá vendist ikki aftur. Fleyr pyntaði nakað um úrslitið við at bjarga fýra dystarbóltum, men tann fimta vann Soffía Weihe Simonsen við diagonalum smassji, og so vóru kvinnurnar í SÍ føroyameistarar á fimta seinni, eftir at hava vunnið fyrsta føroyameistaraheitið í 2008.
Og soleiðis endaði ævintýrið hjá serbiska venjaranum Rajko Petrovic lukkuligt við einum føroyameistaraheiti í síðstu finalu hansara, sum var nummar 202 í røðini.
Rajko hevði nevniliga boðað frá, at hetta var hansara síðsti dystur sum venjari.
Hjá SÍ var Svetlana Shvanskaya vald til dagsins leikara, og hjá Fleyr fekk Óluva Mohr henda heiður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2023
Føroyar verða umboðaðar í 15 greinum umframt liðkappingunum í renning
Oyggjaleikahópurin í frælsum ítróttum er nú úttikin, og 23 íðkarar skulu umboða Føroyar á Guernsey í 15 greinum umframt liðkappingunum í renning.
Føroysku luttakararnir í frælsum ítróttum eru hesir:
Arina Ludvig Michelsen, trístøkk
bBára Jógvansdóttir Glerfoss, 100 metra renning, longdarlop, trístøkk og 4x100 metra boðrenning
Dánjal Dahl Ljósheim, 200, 400, 4x100 og 4x400 metra boðrenning
Eiri Jógvansson Glerfoss, 100 metra renning, longdarlop, 4x100 og 4x400 m boðr
Elisabet Holm Simonsen, longdarlop og 4x100 metra boðrenning
Guðrið Káradóttir Petersen, hamarkast
Jónas Gunnleivsson Isaksen, 200, 400, 4x100 og 4x400 metra boðrenning
Leon Johannensen, 100m, 4x100 og 4x400 metra boðrenning
Lydia Poula Simonsen, kúluvarp og klingruvarp
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, 200, 4x100 og 4x400 metra boðrenning
Maria Biskopstø, 400 og 800 metra renning, 400 metra rimarenning, 4x100 og 4x400 metra boðrenning
Marita Andrasardóttir, hálvmaraton
Miso Buha, trístøkk
Oddvør Josephsen, 200, 400, 4x100 og 4x400 metra boðrenning
Rebekka Fuglø Poulsen, 800, 1500 og 4x400 metra boðrenning
Rógvi Kárason 10.000 metra renning og hálvmaraton
Rúni Seloy, 800 og 4x400 metra boðrenning
Sunniva Bogadóttir, spjótkast
Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar, hæddarlop
Tinna Berg Jørgensen, 100, 4x100 metra boðrenning
Tórur Mortensen, trístøkk og 4x100 metra boðrenning
Tummas Petur Sjóvará, 4x400 metra boðrenning
Vibeka Eihilt Sivertsen 1500 og 4x400 metra boðrenning
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2023
Boksararnir frá Tórshavn Boksing gjørdu tað gott í DM-stevnuni á Djurslandi
Føroyski nevaleikarin Dávid Kunoy gjørdist leygarkvøld danmarksmeistari fyri byrjarar. David brúkti minni enn ein umgang til at støðta mótstøðumanni sínum, Khalid Mukhtar úr Kalundborg, í finaluni í weltervekt (63,5-67 kilo).
David tók initiativið beinanvegin, og vísti nógv betri boksing. Tá fá sekund vóru eftir at fyrsta umgangi, vóru báir boksararnir í infight, og her eydnaðist tað David við høgra neva at raka mótstøðumannin hart í síðuna - móti livrini - og Mukhtar hoknaði í gólvið og varð taldur út.
David boksaði seg í finaluna fríggjakvøldið við at vinna hálvfinaluna móti einum boksara frá Team Bredahl.
Tveir boksarar frá Tórshavn Boksing eru við til DM-kappingina á Djurslandi.
Teitur Annand, sum boksar í lættweltervekt (60-63.5 kilo) tryggjaði sær eisini heiðursmerki. Hann vann leygardagin trygt hálvfinaluna móti einum boksara úr.
Sunnudagin møtti hann einum boksara úr Gilleleje, var betri til at verja seg fyri sløgunum frá Teiti. Danin vann finaluna við dómaraatkvøðunum 4-1, so Teitur Annand fekk DM silvurheiðursmerki við sær aftur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2023
20 lið eru tilmelda kappingarnar, sum verða á Hálsi í Havn
Høllin á Hálsi verður hetta vikuskiftið karmur um FM í estetiskum fimleiki.
20 lið eru tilmeldað kappingarnar. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.
Í dag byrja undankappingin klokkan 13. Í morgin, 7. mai, byrjar FM klokkan 13.
Kringvarpið sendir beinleiðis frá kappingini í morgin. Dyrnar lata upp ein tíma áðrenn kappingarnar byrja.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2023
Úrslitini í FM-kappingini í talvi um páskirnar síggjast aftur í nýggja styrkilistanum, sum altjóða talvsamgongan FIDE kunngjørdi um mánaðarskiftið
Úrslitini í FM-kappingini í talvi um páskirnar síggjast aftur í spildurnýggja styrkilistanum, sum altjóða talvsamgongan FIDE hevur kunngjørt um mánaðarskiftið.
Onkur gongur fram, annar aftur. Vit síggja, at Høgni Egilstoft Nielsen hevur aftur togað seg upp um 2400-markið, bróðirin Rógvi er komin fyri seg aftur eftir laka úrslitið í FM-einstaklingakappingini í fjør, vánaliga FM-úrslitið hjá Olaf Berg á páskum verður kontant avroknað í nýggja mai-yvirlitinum, góða FM-úrslitið hjá Carl Eli Samuelsen sæst aftur, o.s.fr.
Nakrir á føroyska yvirlitinum telva mest í Danmark og bara hendingaferð í Føroyum, nevnast kunnu John Arni Nilssen, John Rødgaard, Flóvin Tór Næs og Jóan Hendrik Andreasen. Bogi Ziska telvar at kalla einki longur, men heldur lív í síni útivið tretivu ára gomlu topprating við at vinna eitt talv um árið í 3. deild.
Nógv telva
Á FIDE-yvirlitinum síggjast fremstu hundrað telvararnir í Føroyum. Í alt eru fleiri enn so virkin í føroyskari telving. Eitt tal er 364. Tað eru teir telvarar, sum tey níggju føroysku talvfeløgini, sum kappaðust í landskappingini í vetur, høvdu á sínum styrkilistum. Tá eru ikki íroknað øll børnini, sum eisini telva.
Í altjóða talvsamgonguni eru í alt 200 limalond. Føroyar, sum eru millum smæstu limalondini, eru nummar 74 í allari røðini. Listin verður settur eftir miðalstyrkitalinum fyri fremstu tíggju telvararnar í hvørjum limalandi.
15 teir bestu í Føroyum (mai 2023)
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2549
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2414
3. IM John Arni Nilssen, ST 2327
4. Rógvi Egilstoft, ST 2311
5. Martin Poulsen, HT 2289
6. IM John Rødgaard, VT 2285
7. Bogi Ziska, TT 2192
8. Ólavur Simonsen, KTF 2190
9. Flóvin Tór Næs, HT 2187
10. Carl Eli Samuelsen, HT 2182
11. Hans Kristian Simonsen, KT 2178
12. Olaf Berg, HT 2176
13. Jóan Hendrik Andreasen, HT 2176
14. Eyðun Nolsøe, KTF 2165
15. Luitjen Akselsson Apol, HT 2152
Heimstoppurin
Tó at norðmaðurin Magnus Carlsen sjálvboðin hevur tikið seg úr kappingini um HM-heitið í einstaklingstalvi, stendur hann enn sum áður fremstur á altjóða FIDE-styrkilistanum.
Eitt fitt glopp er aftur til russaran Ian Nepomniachtchi, sum Magnus Carlsen vann HM-finaluna ímóti í 2021. Nýklakti kinesiski heimsmeistarin Liren Ding er nummar trý.
Topp 5 (mai 2023)
1. Magnus Carlsen (Noreg) 2853
2. Ian Nepomniachtchi (Russland) 2794
3. Ding Liren (Kina) 2789
4. Alireza Firouzja (Frakland) 2775
5. Anish Giri (Niðurlond) 2768
Roknað upp á lond eru fremstu talvtjóðirnar hesar:
1. USA
2. India
3. Russland
4. Kina
5. Ukraina
Miðaltølini hjá fremstu tíggju telvarunum í hvørjum landi er avgerandi fyri røðina í hesum yvirliti.
Norðurlond
Noreg er fremsta talvtjóðin á okkara leiðum. Noreg er nú millum fremstu fimtan talvtjóðir í heiminum. Magnus Carlsen ger sítt til, at norðmenn eru so frammarlaga.
Norðurlond standa í hesari røð:
14. Noreg
31. Danmark
32. Svøríki
41. Ísland
55. Finnland
74. Føroyar
200 lond í alt.
Helgi
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska telist framvegis millum teir bestu í norðurlondum.
Í Noregi eru sjey telvarar, sum hava hægri styrkital enn okkara stórmeistari, men í Danmark og Svøríki hevði Helgi verið í toppinum sum nummar trý í báðum londunum.
Í Finnlandi er Tomi Nyback við 2573 í rating í flokki fyri seg, hin næstbesti í Finnlandi stendur nærum hálvthundrað ratingstig lægri enn føroyameistarin.
Og so er tað Ísland, sum hevur so glæsiliga talvsøgu. Har er eingin, sum í løtuni stendur okkara manni kurl. Ísland hevur tilsamans tólv virknar stórmeistarar, og vit ein, men hann hevur nú munin á øllum teimum íslendsku.
Ísland - topp 5
1. GM Hjørvar Steinn Grétarsson 2539
2. GM Hannes Stefansson 2521
3. GM Henrik Danielsen 2501
4. GM Heðinn Steingrímsson 2491
5. GM Helgi Ólafsson 2491
Skrivað hevur Súni Merkistein
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2023
17 pør luttóku í FM fyri pør fríggjakvøldið og leygardagin
Fríggjakvøldið og leygardagin var Bridgehúsið í Havn karmur um FM-kapping fyri pør. 17 pør luttóku, og spæld vórðu tilsamans 85 spøl.
Gullvinnarar gjørdust Árni M. Dam og Dánjal Pauli Mohr. Árni og Balli lógu gjøgnum kappingina alla tíðina millum fimm tey fremstu pørini, og vóru avgørt eitt av pørunum, sum fólk undan kappingini mettu sum favorittar. Eftir fyrsta umfar lógu teir fremst og ikki fyrr enn í 17. og síðsta umfari trokaðu teir seg aftur upp á fyrsta plássið.
Per Kallsberg og Jóannes Mouritsen vunnu silvur. Teir byrjaðu ikki kappingina væl og lógu leingi millum tey aftastu pørini, men við einum góðum endabresti eydnaðist teimum at taka silvurmerkini.
Per Kallsberg og Jóannes Mouritsen vunnu silvur (Mynd: Bridge.fo)
Arne Mikkelsen og Bogi Simonsen hava verið makkarar í fleiri áratíggju, og hava saman vunnið ymsar FM kappingar óteljandi ferðir. Eisini teir taldust millum favorittarnar og lógu sum nr 1 heilt frá 2. til 16. umfar. Ikki fyrr enn í allarsíðsta umfari mistu teir bæði gull og silvurmerkini og máttu hendan dagin lata sær lynda við bronsu.
Arne Mikkelsen og Bogi Simonsen fingu bronsu (Mynd: Bridge.fo)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2023