Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 13. mai 2023 | Nr. 19 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

- Føroyar hava nøkur av størstu talentunum í heiminum

SíÐa 43

1 Leygardagur 13. mai 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Mentanarligi slóðarin við Ringvegin

Í vikuni var hátíðardámur við Norðrara ringveg í Havn. Tað varð flaggað og bjóðað kaku í sambandi við at fýrati ár eru gingin síðan glæsiliga Norðurlandahúsið varð tikið í brúk.

Hátíðardagurin fyri fýrati árum síðan er verdur at minnast, tí tað var veruliga ein broyting í mentanarliga lívinum, sum hendi tá hesin framúr vakri bygningurin, hesin hulduheyggurin í Sortudýki kom sum ein gáva frá einum ríkum familjulimi uttan úr heimi. Plaseraður við nýggju ferðsluæðrina rundan um høvuðsstaðin, beint við síðurnar av útvarpshúsinum, sum tá umboðaði tað besta, sum føroyskur arkitekturur kundi bjóða, men var nakað heilt, heilt annað og meira djarvt.

Ikki bara er Norðurlandahúsið eitt arkitektoniskt meistaraverk, sum framvegis eigur munin yvir øllum øðrum, ið er bygt í landinum síðan. Men týdningurin, sum henda norðurlendska gávan hevur havt á føroyskt mentanarlív ber ikki til at meta um í dag.

Hvar høvdu vit verið, um framskygdir undangongumenn ikki tá slóðaðu fyri at fáa hendan mentanardepil til Føroya? Ein spurningur, sum ikki kann svarast. Tí vit vita ikki hvat hevði komið um onki Norðurlandahús var.

Fyri fjøruti árum síðan var ikki vanligt at byggja stásiligar bygningar til mentanarlig endamál. Jú, vit høvdu Listaskálan. Annars var tað einans Sjónleikarhúsið, sum kundi brúkast til palllist og so skúlahøllirnar í Kommunuskúlanum og Læraraskúlanum til tónleikaframførslur.

Hesir eitt sindur meira lítillátnu skálar standa seg væl enn tann dagin í dag, og hugsast kann eisini, Tjóðleikhúsið hevði verið komið nakað fyrr, um onki Norðurlandahús var komið tá.

Avleidda virksemið og virðisøkingin, sum Norðurlandahúsið hevur havt við sær, kann als ikki gerast upp í pengum. Størsta og mest avleidda beinleiðis avleiðingin var stovnanin av Føroya Symfoniorkestri, sum er javngamalt við húsið. Sjálvt húsið er tað sama í dag sum fyri fýrati árum síðani, við nøkrum útbyggingum og innanhýsir ábótum. Men symfoniorkestrið í dag! Ja, tað hevur ment seg til ikki at standa aftan fyri onnur líknandi orkestur. At eitt land sum okkara kann eiga eitt symroniorkestur á so høgum støði, er so fantastiskt, at tað næstan slær bragdið hjá hondbóltsmonnunum at spæla seg til eitt stórt meistaraskap. Vit duga ikki rættiliga at geva okkum far um, hvussu stórt tað er.

Húsið hevur eisini havt ávirkan á okkara hugburð og sinnalag. Hvat er tað ikki befríandi at hava ein so týðandi mentanarstovn mitt í høvuðsstaðnum, sum okkara ofta nalvaskoðandi politikarar ikki hava ávirkan á. Her verður armslongdin hildin í hevd sum onga aðrastaðni í føroysku um- og fyrisitingini.

Og tað er gott. Kanska stríggið hjá summum viðhvørt. Tá ein so týðandi stovnur loyvir sær at átaka sær áskoðanir, ið ikki hava verið til góðkenningar á politisku parketgólvunum herheima. Norðurlandahúsið er ein ein lanterna, sum ikki spyr lokalu politikararnar eftir, og tað hava vit lært nógv av.

Víst hevur húsið spennandi tiltøk at bjóða uppá, sum vit kunnu vera óendaliga takksom fyri at hava sloppið at uppliva. Men vit hava eisini hug at peika á, at á summum økjum var tað betri fyrr.

Tað tykir sum um endamálið – at draga norðurlendska og alheims mentan á hægsta støði til Føroya – ikki longur er fremsta mál. Vit sum minnast jazzfestivalarnar á húsins ungu árum og listastevnurnar fyrst í hesi øldini minnast eisini kensluna av at fáa vitjan av mentanarligum stórmennum, serliga innan tónleik, palllist og bókmentir.

Spell at Norðurlandahúsið hevur slept tráanini eftir at vera oddviti, serliga tá tað snýr seg um at bjóða tónleikaligar og leiklistaligar upplivingar á allar hægsta støði.

Hjartaliga til lukku við teimum fýrati árunum. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2411

    Lisnar síður: 8863

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 13. mai 2023

- Óvirðilig viðferð frá Almannaverkinum

Eg má gevast við lesnaðinum ella má eg flyta norður uttan sonin, sigur Barba Sandá Nielsen, sum er mamma at átta ára gamla Adrian, ið er fjølbrekaður

Barba Sandá Nielsen og sonurin, Adrian
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

- Eg havi seinastu átta árini havt ein son, sum er fjølbrekaður, og havi upplivað nógv, sum ikki hoyrir heima í okkara tíð, men hetta er eitt tað grovasta og havi upplivað.

Orðini eigur 28 ára gamla Barba Sandá Nielsen úr Vági, sum hevur ætlanir at fara víðari á lestur. Hetta kann gerast trupult.

- Eg eri mamma at einum fjølbrekaðum barni, Adrian átta ár. Í gjøgnum hesi átta árini havi eg verið vitni til nógv. Tað er nógv, eg havi staðið modell til sum hevur fingið meg at gráta. Fund aftaná fund við Almannaverkið, har eg siti vaksin og gráti framman fyri vaksnum menniskjum, sum nokta mær og soninum púra vanlig livikorð. Adrian er fjølbrekaður vegna menniskjafeil - ikki at tað skuldi gjørt nakran mun, tí ein fjølbrekaður borgari hevur rætt til hjálp óansæð hvussu hann bleiv fjølbrekaður. Men eg siti við einari kenslu av, at verða svikin av okkara landi. Okkara politikkarum, ið frívililiga hava stillað seg á odda og lovað okkum gull og grønar skógir upp undir hvørt val. Okkara politikkarar, sum hava valt at vera ein rødd fyri tey, sum ikki sjálvi kunnu tosa fyri seg. Men kortini vísir tað seg, at tey sum rópa harðast vera hoyrd. Í meðan fella hini í millum, sum ikki megna at rópa hart.

- Eg eri so troytt av at greiða vaksnum fólki frá, hví mítt barn hevur rætt til sama lívið sum tú og eg. Eru vit Ikki í 2023? Eg eri byrjað í skúla í Havn. Eg vil sjálvsagt hava sonin við norður. Hatta er mítt barn. Eg havi søkt um at fáa hann fluttan úr Vági til onkustaðni norðanfjørðs, har tað er koyrandi til Havnar. Hetta so, at vit kunnu brúka so nógva tíð saman sum gjørligt.

Soleiðis byrjar Barba Sandá Nielsen eitt drúgt uppslag á Facebook, sum er farið í umferð.

- Almannaverkið hevur sett mær tvey ótrúliga óvirðilig val. Antin kann eg velja at steðga lesnaðinum, so eg kann vera saman við soninum, ella kann eg flyta norður uttan hann, sigur Barba Sandá Nielsen.

Barba Sandá Nielsen greiðir frá, at hon hevur gjørt alt fyri at fáa tað at bera til, soleiðis at hon kann fara undir lestur og hava sonin við sær.

- Hetta eru ræðuligur møguleikar. Eg skrivaði til Djóna N. Joensen og Sirið Stenberg. Djóni svaraði, men bað meg venda mær til Sirið. Eg skrivaði til Sirið samtíðis sum eg skrivaði til Djóna. Eg fekk onki svar, og eg sendi síðani ein rykkjara. Framvegis onki svar.

Víðari sigur Barbá, at hesar møguleikar hevði ein mamma ikki fingið, um barn hennara ikki var fjølbrekað.

- Í dag verður tað lagdur dentur á, serliga tá talað verður um samkynd-foreldur, at børn hava tørv á bæði mammu og pápa sínum. Men her standi eg, meðan somu fólk og Almennaverkið fortelja mær, at eg má hugsa um meg sjálva og gera hvat er best fyri okkum. Og tað er at skilja okkum sundur, eftir teirra tykki. Er hetta ikki mótsigandi? Eg haldi, tað er ræðuligt, at tey loyva sær at sita og viðgera hetta aftan fyri afturlætnar dyr, har tey koma til hesa niðurstøðu. Hvat eru teirra argument fyri, at hetta á nakran hátt er gott fyri Adrian? Tá eg tosaði við tey, løgdu tey stóran dent á hølini her í Vági og starvsfólkini. Eru hettar góðar nokk orsøkir til at mamma og barn ikki skulu vera saman? Ella er hetta góð nokk orsøk til at siga, at eg ikki skal taka útbúgving? Eg eri hjálparleys her, eg fái ikki so mikið sum betalt meg úr hesum trupulleikanum. Eg kann ikki seta orð á ta kensluna. Og tá hetta snýr seg um pengar, so kennist alt meiningsleyst. Eg skilji væl, at man arbeiðir innan fyri eina fíggjarætlan, men har sum ketan loypur av hjá mær er, at tað er her man velur at spara.

- Tað pínur meg, at eitt ein so stórur stovnur sum Almannaverkið ikki dugir at síggja Adrian líka sum eg geri. Hann er fullstendiga perfektur á hansara egna hátt. Og hann fekk eina harða byrjan uppá lívið. Mín meining er, at vit skylda honum eisini eitt gott og virðiligt lív. Og eg kann gott undirskriva, at skilja hann frá mammu síni hevði ikki veri gott fyri hann.

Til endans sigur Barba Sandá Nielsen í uppslagnum, at hon ivast í, um fólk veruliga vita hvussu illani tað stendur til í dag, og um so er, so vónar hon veruliga at meira dentur verður lagdur á hetta.

- Eg verið í dag sum 28-ára gomul noktað at taka mær eina útbugving, og Adrian er noktaður at flyta úr Vági. Her eru nógv brot á ST-sáttmálan hjá teimum, ið bera brek. Hetta er eisini brot á barnarættindasáttmálan - men ongin leggur í, vil Barba Sandá Nielsen vera við.

- So vit mugu bara góðtaka okkara lagnu, endar Barba Sandá Nielsen sítt uppslag á Facebook.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2023

3 Leygardagur 13. mai 2023

Fyrsta skotið til tunnil undir Húsareyni

Mánadagin varð fyrsta skotið varð latið av til 2,2 kilometra langa tunnilin millum Villingardal og Marknagil

Tróndur Sigurðsson og Heðin Mortensen trýstu á knøttin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í nógva mjørkanum mánadagin var fyrsta skotið latið av fyri Húsareynstunlinum. Nakað av fólki varð komið saman til hátíðarløtuna.

Einki sást til skotið, men eitt buldur hoyrdist kortini.

Sí fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2023

4
Leygardagur 13. mai 2023

Bakkafrost fegnast um betri úrslit í Skotlandi

Rakstrarúrslitið fyri fyrsta ársfjórðing í ár var betri enn sama tíðarskeið í fjør, hóast munandi lægri tøku

(Savnsmynd: Bakkafrost)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fyrsta ársfjórðing 2023 var 565 milliónir krónur. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 321 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 155 milliónir krónur, í mun til eitt rakstrarhall á 53 milliónir krónur í fjør. Rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 129 milliónir krónur. 

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Vit eru nøgd við úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing, serliga við betraðu úrslitini í Skotlandi. Vit sóu byrjandi tekin um betringar í fjórða ársfjórðingi og higartil í ár, hevur góða gongdin í Skotlandi hildið sær.

Gongur framá við sameiningini

- Tað gongur framá við sameiningini av skotska og føroyska virkseminum. Eitt nú í okkara sølu og marknaðarføring, har nýggju Bakkafrost vørumerkini skapa eyka virðir fyri felagið. Kundar okkara viðurkenna góðu góðskuna av Bakkafrost laksinum, uttan mun til um upprunin er føroyskur ella skotskur.  

- Sum væntað, høvdu vit lága tøkunøgd í Føroyum hendan ársfjórðingin, og hevði hetta ávirkan á fíggjarliga úrslitið. Lívfrøðiliga gongdin hevur verið góð og serliga góð, tá ræður um vøkstur og fóðurfaktor. Vit hava havt lægri tøkuvekt hendan ársfjórðingin, orsakað av okkara raðfesting at fáa fellið, eins og lúsatalið niður. 

- Við nýggju møguleikunum við okkara nýggja tænastuskipi Bakkafossi, vænta vit at vaksa støddina á fiskinum, eins og vit halda fram at tryggja fiskavælferð og lágt lúsastøði.

[object Object]
Regin Jacobsen, stjóri (Mynd: Ólavur Frederiksen)

- Góðskingargeirin avrikaði væl í hesum ársfjórðinginum við positivum tølum, hóast høgar rávøruprísir. Í nógv ár hevur Bakkafrost brúkt um 40 prosent av tøkunøgdini til virðisøkta framleiðslu í góðskingargeiranum. Alt eftir hvussu úrslitið av uppskotinum hjá landsstýrinum um tøkugjald verður, verður henda strategiin endurskoðað, eins og galdandi fimm ára íløguætlan, ið varð løgd fram í 2021. 

- Á íleggjaradegnum, sum verður í Skotlandi 6. juni, fara vit at framleggja nýggju íløguætlanina fyri 2024-2028.

- Laksaprísurin hevur verið óvanliga høgur í hesum ársfjórðinginum, og útboðið av laksi minkaði i mun til fyrsta ársfjórðing í fjør, ið eisini var lágt í mun til árið fyri. Vit vænta tó, at útboðið av laksi í øðrum hálvári verður væl hægri, og at laksaprísurin tískil verður lægri, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

Lægri tøka 

Samlaða tøkan í fyrsta ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 19.100 tons í kruvdari vekt, í mun til 21.400 tons sama ársfjórðing í fjør. Harav vórðu 11.000 tons tikin í Føroyum, í mun til 17.500 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 8.100 tons í kruvdari vekt tikin, í mun til 4.000 tons sama ársfjórðing í fjør.

Tilsamans vórðu 3.8 milliónir smolt sett út í fyrsta ársfjórðingi, í mun til 4,2 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 2,1 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 1,7 milliónir smolt í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 321 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2023, í mun til 442 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 314 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2023, samanborið við 471 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør. Laksaprísirnir vóru hægri í fyrsta ársfjórðingi, samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør, men tøkunøgdin var lægri.

Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 155 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2023, í mun til eitt rakstrarhall á 53 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 6 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2023, í mun til eitt rakstrarhall á 29,0 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fyrsta ársfjórðingi 2023 var 129 milliónir krónur, samanborið við 86 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør.

591 milliónir krónur í vinningsbýti

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.357 milliónir krónur við endan á fyrsta ársfjórðingi 2023, í mun til 2.664 milliónir krónur við ársenda 2022. Bakkafrost hevði 2.857 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fyrsta ársfjórðingi 2023.

Á ársaðalfundinum, sum var fríggjadagin 28. apríl 2023, varð samtykt, at 10 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 591 milliónir krónur, ið verða goldnar partaeigarunum um 22. mai í ár.

Tíðindaskriv frá Bakkafrost

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2023

5

Størv

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024
6 Leygardagur 13. mai 2023

Sethúsaprísirnir halda støðið

Í fyrsta ársfjórðingi í ár kostaðu eini miðal sethús í Tórshavn 3,7 milliónir, í Eysturoynni 2,1 milliónir og í miðal fyri alt landið 2,4 milliónir krónur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Miðal bústaðarprísirnir fyri fyrsta ársfjórðing 2023 broyttist minni enn eitt prosent í Tórshavn, Eysturoynni og í miðal fyri alt landið, samanborið við miðalprísin í fjórða ársfjórðingi 2022.

[object Object]*Samlaða talið av sethúsasølum í fyrsta ársfjórðingi er ikki tøkt, og tí skulu hesi tølini takast við fyrivarni

Í fyrsta ársfjórðingi í ár kostaðu eini miðal sethús í Tórshavn 3,7 milliónir, í Eysturoynni 2,1 milliónir og í miðal fyri alt landið 2,4 milliónir krónur.

Hinvegin síggja vit eitt fall í miðal sethúsaprísunum í fyrsta ársfjórðingi 2023 samanborið við alt 2022. Í Tórshavn er miðalprísurin fallin áleið 6 prosent, í Eysturoynni áleið 2 prosent og í miðal fyri alt landið áleið 10 prosent.

Miðal bústaðarbyrðan í Føroyum er óbroytt
Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt eitt par við tveimum børnum undir 7 ár skal brúka upp á at gjalda sítt bústaðarlán.

Í 2022 var bústaðarbyrðan í Tórshavn og í Eysturoynni ávikavíst 37 og 20 prosent. Í Føroyum var hon í miðal 25 prosent.

Higartil í ár er bústaðarbyrðan í Tórshavn og Eysturoynni ávikavíst 40 og 21 prosent. Í Føroyum er hon framvegis 25 prosent. Sostatt er bústaðarbyrðan í Tórshavn vorðin 3 prosentstig tyngri og í Eysturoynni 1 prosentstig tyngri.

Rentuhækkingarnar í fjør vórðu allar framdar í seinna hálvári. Av tí at vit nýta eina ársmiðalrentu at rokna bústaðarbyrðuna, síggjast rentuhækkingarnar bara partvíst aftur á bústaðarbyrðuni fyri 2022.

Um bústaðarbyrðan fyri 2022 varð roknað við rentuni við ársenda, hevði bústaðarbyrðan í Tórshavn, Eysturoynni og í Føroyum verið ávikavist 43, 22 og 27 prosent. Tískil varð væntað, at bústaðarbyrðan fór at gerast enn tyngri í ár. Tó er bústaðarbyrðan higartil í ár ikki vorðin so tung, sum væntað. Tað kemst m.a. av, at sethúsaprísirnir higartil í ár eru eitt vet lægri enn í fjør, og at tøka inntøkan hjá føroyingum í summum kommunum er hækkað.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2023

7 Leygardagur 13. mai 2023

Tænastuvinnurnar stóðu fyri meginpartinum av virðisøkingini

Tænastuvinnurnar stóðu fyri heili 63 prosentum av bruttovirðisøkingini

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í 2021 stóðu tænastuvinnurnar fyri meginpartinum av virðisøkingini í Føroyum.

Tað kemur fram í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti 2022.

Hagstovan ger upp bruttovirðisøkingina í Føroyum, og í 2021 stóðu tilfeingisvinnurnar fyri 16 prosentum av bruttovirðisøkingini, framleiðsluvinnurnar fyri 21 prosentum og tænastuvinnurnar fyri heili 63 prosentum av bruttovirðisøkingini.

Myndin niðanfyri vísir virðisøkingina í búskapinum býtt á vinnugreinar. Tilfeingisvinnurnar undir einum koma við 16 prosentum av samlaðu virðisskapanini í Føroyum. Býtt á vinnugreinar, stavar 10 prosent av virðisøkingini frá fiskiveiðu og 6 prosent frá aling.

Framleiðsluvinnurnar undir einum koma við 21 prosent av virðisskapanini, til dømis kemur byggivinnan við 7 prosentum av samlaðu virðisøkingini.

Heili 63 prosent av virðisøkingini stavar frá tænastuvinnunum, har eitt nú søla-, gisti- og matstovuvinnan kemur við 11 prosentum til samlaðu virðisskapanina í føroyska búskapinum.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2023

8 Leygardagur 13. mai 2023

Bøtt verður um umstøðurnar til flogfør á flogvøllinum

- Standpláss 6 verður nú gjørt

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vaksandi ferðsla um Vága Floghavn setur krøv til umstøðurnar á flogvøllinum í Vágum. Sum er eru fimm parkeringspláss til flogfør, so nevnd standpláss, tøk hjá Vága Floghavn.

Tey eru ymisk í stødd, og einans trý teirra eru egnað til tey flogfør, sum dagliga eru gestir í floghavnini. Tørvur er tí á at byggja út á hesum øki.

- Nú ferðafólkatalið aftur er farið at líkjast tí vit vóru vorðin von við undan farsóttini, og talið á komum og fráferðum samstundis er komið upp aftur á sama stig sum tá sæst týðiliga, at talið á standplássum ikki er nøktandi. Ikki minst tá veðrið er ólagaligt gerst hetta ein veruligur trupulleiki, ein trupulleiki, sum neyðugur er at loysa, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn.

J& K Petersen og Vága Floghavn skrivaðu í gjár undir sáttmála um gerð av einum standplássi afturat. Talan er um alt viðkomandi arbeiði í hesum sambandi, bæði lendisarbeiði og neyðugar innleggingar. Allar fyrireikingar eru fingnar frá hondini og farið verður undir arbeiðið so skjótt øll neyðug loyvi eru fingin til vega.

- Tørvur hevur verið á einum standplássi afturat í eina tíð, og hann verður bara framskundaður av, at enn størri flogfør um stutta tíð fara at nýta flogvøllin, sigur Regin I. Jakobsen, og sipar til farmaflogfarið hjá FarCargo, sum er væl størri enn tey, ið annars síggjast á flogvøllinum. 

[object Object]
Sigtór A. Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, og Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2023

9 Leygardagur 13. mai 2023

Løgreglan um ADHD heilivág: Ikki neyðugt at óttast fyri koyrikortinum

Um ein persónur tekur ADHD heilivág við læknaávísing nýtist ikki at óttast fyri at missa koyrikortið, um hann verður tikin av politinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í sambandi við eitt innslag í Góðan morgun Føroyar mikumorgunin tann 10. mai um ung og rúskoyring hevur ivamál stungið seg upp millum fólk, hvørt tey, ið hava ADHD, kunnu missa koyrikortið, um tey taka ADHD heilivág og koyra bil.

Føroya Politi nágreinir nú á heimasíðuni, at í útgangsstøðinum missir man ikki koyrirkortið.

Ein persónur, sum tekur ADHD heilivág sambært læknaávising, kann sostatt í útgangsstøðinum koyra og missir ikki koyrikortið, um viðkomandi verður steðgaður av politinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2023

10 Leygardagur 13. mai 2023

Tvey royndu at smugla rúsevni til Føroya

Løgreglan handtók farna vikuskiftið tvey fólk á flogvøllinum í Vágum. Tey høvdu rúsevni uppi á sær

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tvey fólk vórðu farna vikuskiftið handtikin á flogvøllinum fyri at royna at smugla rúsevni til Føroya.

Fyrra hendingin var fríggjadagin tá ein kvinna varð tikin í tollinum við 100 grammum av kokaini uppi á sær. Hon bleiv í rættinum varðhaldsfongslað fram til 22. mai, og er skuldsett fyri brot á rúsevnislógina.

Sunnukvøldið var ein maður tikin við smáum nøgdum uppi á sær. Hann varð avhoyrdur, og leyslatin aftur mánadagin. Mett varð, at rúsevnini vóru til egna nýtslu, sigur løgreglan við miðlar.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2023

11 Leygardagur 13. mai 2023

Løgreglan ávarar um íløgusvik

Fráboðanir eru komnar frá fólki, sum hava verið fyri íøgusviki. Løgreglan heitir á fólk um at vera serliga varin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinastu tíðina hevur løgreglan fingið fráboðanir frá fólki, sum hava verið fyri sonevndum íløgusviki.

Í flestu førum hava tey sæð eina lýsing á Facebook, sum vísir til, at okkurt navngivið og kent fólk hevur vunnið stóra peninganøgd við at gera íløgur í talgilda gjaldoyrað Bitcoin.

Lýsingarnar leinkja til heimasíður, sum ofta síggja professionellar og flottar út. Heimasíðurnar eru tó ikki veruligar íløgusíður, men eru einans gjørdar til at snýta pening frá fólki, sigur Føroya Politi.

Svik av hesum slag hevur ofta hesi eyðkenni:

• Lýsingarnar eru ofta um, hvussu rík okkurt navngivið kent fólk er blivið uppá at gera íløgur í Bitcoin

• Heimasíðurnar lova høgt og skjótt avkast

• Tey, sum stovna sær brúkara á heimasíðunum, verða ofta ringd upp av teimum, sum standa aftan fyri heimasíðuna. Tey, sum ringja, geva seg út fyri at vera ráðgevar, sum ynskja at hjálpa við at gera íløgur fyri peningin hjá fólki

• Hesir sokallaðu “ráðgevarnir” bjóða sær til at fáa fjaratgongd til telduna hjá brúkaranum fyri at hjálpa við at gera íløguna

Føroya Politi vil tí eggja øllum til at vera eyka varin, tá tað snýr seg um at gera íløgur ígjøgnum heimasíður, sum hava nakað av eyðkennunum, sum eru nevnd omanfyri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2023

12 Leygardagur 13. mai 2023

Ein triðingur av lærlingunum mugu til Danmarkar

A teimum knap 6.000 lærlingunum, sum síðan 2005 eru farnir undir eina yrkisútbúgving, hava 36 prosent tikið eina útbúgving, har skúlagongdin er í Danmark, sigur Djóni Nolsøe Joensen

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

36 prosent av teimum knap 6.000 lærlingunum, sum síðan 2005 eru farnir undir eina yrkisútbúgving í Føroyum, hava tikið eina útbúgving, har skúlagongdin er í Danmark.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joesen, landsstýrismaður við útbúgvingarmálum, í svari til fyrispurning hjá Beini Johannesen, løgtingsmanni.

Hann vildi hava at vita, hvussu nógvir lærlingar í dag hava skúlagongd í Danmark, hvørja útbúgving teir eru í holt við, og um nøkur ætlan er um, at fleiri skúlaskeið skulu kunna takast í Føroyum.

Djóni Nolsøe Joensen sigur, at av teimum 70 yrkisútbúgvingunum, sum tað ber til at taka í Føroyum,  ber bert til at taka skúlagongdina til 15 av teimum í Føroyum. Restin krevur, at lærlingarnir fara til Danmarkar at taka tilhoyrandi skúlagongd.

Landssýrismaðurin leggur tó afturat, at felags fyri allar yrkisútbúgvingarnar við danskari skúlagongd er, at talið á lærlingum, sum árliga fara undir eina av hesum útbúgvingum, er lágt og ógvuliga sjáldan yvir fimm lærlingar pr. útbúgving/ár. Tó eru ávís undantøk.

Ein stórur partur av lærlingum, sum fara til Danmarkar, eru í læru innan handil og sølu.

– Í hesum útbúgvingum ber til at velja ímillum eina ørgrynnu av sergreinum, alt eftir, um tú arbeiðir við nethandli, á einum lagri ella í einum handli, sum selur køkar, maskinur, blómur ella annað. Tí er vanligt, at lærlingar, sum læra í handli, velja at fara í ein skúla, ið bjóðar somu sergrein, sum lærlingurin er í læru innan, hóast tað ber til at taka eina generella søluútbúgving uttan sergrein í Føroyum.

– Av teimum, sum í løtuni eru undir einari føroyskari yrkisútbúgving við danskari skúlagongd, eru knapt 25 prosent í læru innan handil og sølu. Hini 75 prosentini av verandi lærlingum, sum eru í holt við eina yrkisútbúgving við danskari skúlagongd, eru í læru innan 42 ymiskar útbúgvingar. Í løtuni eru t.d. tíggju í holt við elektronikfaktøkning, sjey við entreprenørmaskinmekanikara og átta við KT supportara.

Ein yrkisútbúgving innan skrivstovuyrkið verður boðin út í Føroyum, og flestu lærlingarnir, sum eru í læru til eina yrkisútbúgving innan skrivstovu við danskari skúlagongd, eru í læru til eina sergrein innan skrivstovu, so sum læknaskrivara, advokatskrivara ella taka eina skrivstovuútbúgving við sergrein (t.d. almenn fyrisiting, speditión og shipping ella grannskoðan).

– Felags fyri merkantilu útbúgvingarnar (søla/handil og skrivstovu) er, at so gott sum allir hesir lærlingar hava aðra miðnámsútbúgving, áðrenn teir fara í læru. Longdin á skúlagongdini, sum hoyrir til útbúgvingina er tí í mesta lagi 15 vikur ígjøgnum lærutíðina á tvey ár, har lærlingarnir skulu til Danmarkar í skúla, sigur landsstýrismaðurin.

Landsstýrismaðurin sigur, at Yrkisútbúgvingarráðið og Yrkisdepilin í løtuni arbeiða við at fáa gjørt eitt yvirlit yvir tey skúlaskeið, sum føroysku skúlarnir kundu bjóða uttan stóran eyka kostnað, við at lærlingar kundu samlisið við aðrar útbúgvingar, har samanfall er í innihaldinum í fyrstu skúlaskeiðunum.

Yrkisútbúgvingarráðið er eisini farið undir at greina, hvørjar útbúgvingar serligur tørvur er á verða settar í verk, til tess at grøna orkuskiftið og rákið at skapa størri burðardygd, verður stuðlað við góðum og hóskandi yrkisútbúgvingum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2023

13 Leygardagur 13. mai 2023

Uppskot um brekumboð sent til ummælis

Umboðið, eins og ein nýggj nevnd, skulu betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek. Hetta skal tryggja, at rødd teirra gerst týðiligari í almenna rúminum

- At seta á stovn eitt brekumboð er eitt nýbrot fyri føroyska samfelagið, og er endamálið at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almannamálum, hevur sent uppskot til løgtingslóg um brekumboð til ummælis. Við nýggju lógini fær landsstýriskvinnan heimild til at seta á stovn eitt brekumboð, eins og eina nevnd, sum skal ráðgeva brekumboðnum.

- At seta á stovn eitt brekumboð er eitt nýbrot fyri føroyska samfelagið, og er endamálið at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek. Tí fegnist eg um at vit eru komin eitt týðandi fet á leiðini, nú uppskotið er sent til ummælis, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Sambært lógaruppskotinum skal brekumboðið virka óheft, og hevur sum aðalmál at tryggja, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðiligari í almenna rúminum. Brekumboðið skal virka fyri, verja og hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Eisini skal Brekumboðið hava ein upplýsandi leiklut um rættindi hjá fólki, ið bera brek.

Eftir ætlan verður lógaruppskotið lagt fyri Løgtingið eftir ólavsøku, og verður farið undir fyrireikandi arbeiðið, tá lógaruppskotið er samtykt. Eftir ætlan kann brekumboðið fara til verka 1. januar 2024.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2023

14 Leygardagur 13. mai 2023

Nú kunnu tveir próstar virka í sama próstadømi

Løgtingið samtykti í vikuni at broyta lógina um fólkakirkjuna í Føroyum, so hetta er møguligt. Ætlanin er at lýsa próstaembætið leyst skjótast gjørligt

Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðriksson, bispur. Próstur er eitt embæti, sum ein sóknarprestur fær at røkja afturat embæti sínum sum sóknarprestur (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Løgtingið samtykti týsdagin at broyta lógina um fólkakirkjuna í Føroyum soleiðis, at tveir próstar nú kunnu virka í sama próstadømi, hvør við sínum parti av próstauppgávunum.

Hetta skrivar Almanna- og mentamálaráðið.

- Ætlandi verða uppgávurnar býttar soleiðis próstanna millum, at dómpróstur heldur fram við at røkja dómkirkjuna og at hava um hendi fíggjarstýringina í mun til allar kirkjusóknirnar í landinum, meðan nýggi prósturin skal røkja umsjónina við kirkjubókaføringini, og hava um hendi partar av starvsfólkauppgávunum vegna biskup. Hettar er ein smidlig loysn, sum verður roynd í staðin fyri at býta landið upp í fleiri próstadømi.

Sambært ammr.fo vóru tey flestu løgtingsfólkini samd í seta hesa skipanina í verk og geva Fólkakirkjuni møguleikan.

Tað er ikki so, at próstur er eitt egið starv - tað er eitt embæti, sum ein sóknarprestur fær at røkja afturat embæti sínum sum sóknarprestur.

Ætlanin er at lýsa próstaembætið leyst millum allar sóknarprestar í Føroyum at søkja sum skjótast, eftir at lógin er kunngjørd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2023

15 Leygardagur 13. mai 2023

Skúlin skal ikki blanda seg

Tað er ein spurningur millum næming og foreldur, hvørji klæði næmingurin letur seg í at fara í skúla, heldur foreldrafelagið Heim & Skúli

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Foreldrafelagið Heim & Skúli heldur, at tað er ein spurningur millum næming og foreldur, hvørji klæði næmingurin letur seg í at fara í skúla.

Tað sigur foreldrafelagið í lesarabrævi í dag, nú kjak herfyri tók seg upp um klædnareglur í Vestmanna skúla.

- Í Norðurlondum er drúgv siðvenju fyri, at fólkaskúlin ikki blandar seg upp í skiftandi móta, ella hvussu næmingarnir lata seg í. Í einum skúla, hvørs endamál er at útbúgva og fyrireika samfelagsborgarar, gevur hetta næmingunum rásarúm at forma sín egna samleika og at verða góðtikin fyri at vera tann, mann er.

- At gera ítøkiligar reglur um, hvat er mentanarliga virðiligt, tá ið talan er um, hvussu tú letur teg í at fara í skúla, heldur Heim & Skúli kann skapa trupulleikar. Orsøkin kemst av, at tú skjótt kanst koma í eina støðu, har tann einstaki lærarin ella skúlastjórin skal gera av, hvat er hóskandi. Tí heldur foreldrafelagið, at um ein skúli vil gera ítøkiligar reglur um, hvussu næmingar eiga at vera ílatnir, so eigur hetta at verða gjørt í samstarvi við foreldrini.

Foreldrafelagið Heim & Skúli vísir eisini á, at sambært grein 53, stk. 5 í fólkaskúlalógini er tað skúlastýrið og ikki skúlastjórin, sum ger reglur um virðisgrundarlag og skilhaldsreglur skúlans.

Vil ein skúli vísa á, at klædnastílurin hjá einum næmingi órógvar friðin í flokkinum, at ein næmingur verður illa við ella tarnaður í læringini, so kann skúlin í hesum tosa við foreldrini um støðuna, og hvat er hóskandi at vera í í skúla. Hetta hevur einki at gera við, um skúlin hevur samtykt reglur fyri, hvussu næmingarnir eiga at vera ílatnir, verður sagt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2023

16 Leygardagur 13. mai 2023

Hanna í Horni tilnevnd sendikvinna til Íslands

Hon avloysir Hallu Nolsøe Poulsen í Reykjavík 1. september. Hanna er 48 ára gomul, doktari í International Realations og hevur drúgvar royndir í uttanríkistænastuni

- Í sínum starvi í uttanríkistænastuni hevur Hanna í Horni eitt nú arbeitt við viðurskiftum millum Føroyar og Ísland og umboðað Føroyar í Arktiska Ráðnum (Mynd: uvmr.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðani 2020 hevur Halla Nolsøe Poulsen røkt starvið sum føroysk sendikvinna í Íslandi. 1. september verður vaktarskifti á Túngötu 14 í Reykjavík - tá tekur Hanna í Horni við.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið boðaði í vikuni frá, at Hanna í Horni nú er tilnevnd sum sendikvinna Føroya til Íslands. Hon er 48 ára gomul og doktari í International Relations frá Swansea University.

Hanna hevur nógvar starvsroyndir innan altjóða viðurskiftir. Hon hevur starvast í uttanríkistænastuni síðani 2008, og frammanundan starvaðist havnarkvinnan í tvey ár á Sendistovu Føroya í Brússel sum málsviðgeri og skrivari.

- Í sínum starvi í uttanríkistænastuni hevur Hanna eitt nú arbeitt við viðurskiftum millum Føroyar og Ísland og umboðað Føroyar í Arktiska Ráðnum. Seinnu árini hevur Hanna umsitið menningarsamstarv og neyðhjálp umframt mannarættindasáttmálarnar, ið Føroyar eru fevndar av.

Søguliga samstarvið við Ísland er sterkt. Eitt ítøkiligt úrslit av Hoyvíkssáttmálanum í 2006 var, at stjórnirnar báðar tóku stig til at lata upp umboðsstovur í høvuðsstøðunum hjá hvørjum øðrum árið eftir.

- Føroyar og Ísland eru grannatjóðir og hava felags søgu og mentan. Londini bæði hava í mong ár samstarvað á ymsum økjum, tó at tað søguliga hevur verið á fiskivinnuøkinum, at mesta samstarvið er farið fram, skrivar uvmr.fo.  

Endamálið við sendistovuni í Reykjavik er at styrkja okkara politisku, umsitingarligu, mentanarligu, vinnuligu og búskaparligu viðurskifti við Ísland. Sendistovan arbeiðir m.a. við at beina burtur forðingar fyri vinnuligum virksemi landanna millum. Sendistovan arbeiðir eisini við at skapa samband við tey lond, ið longu hava diplomatiska umboðan í Reykjavik, stendur eisini á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2023

17
Leygardagur 13. mai 2023

Eysturbúgvin: Fyrsti túrurin var brúkiligur

Eysturbúgvin kom á Toftir í vikuni at landa veiðuna av sínum fyrsta túri. Teir høvdu 120 tons av gulllaksi, eftir at hava roynt í seks dagar

(Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Eysturbúgvin kom á Toftir hósmorgunin at landa veiðuna av sínum fyrsta túri. Teir høvdu 120 tons av gulllaksi, eftir at hava roynt í seks dagar.

- Ja, vit hava verið úti í eina viku. Vit byrjaðu suður móti markinum, á leiðum, vit vanliga royna á, men har var púra einki at fáa. So fóru vit vestur um Føroyar, og har var brúkiligur fiskiskapur, sigur stýrimaðurin, Jónleif Kass.

- Skipið roynist væl, men meginparturin av manningini hevur ikki verið til fiskiskap við tí fyrr, so tað tekur óivað nakrar túrar, áðrenn vit koma rættiliga á lagið við arbeiðinum, sigur hann.

[object Object]Jónleif Kass (Mynd: Sjómansmissiónin)

- Fiskurin verður pumpaður inn afturi á reyv, og fer so gjøgnum rør fram í kølitangarnar. Tað riggar væl, eisini, um nógv er í. Størsta hálið var umleið 50 tons, men tað gekk væl. Norðmenn, sum áttu skipið, høvdu onkuntíð upp móti 400 tonsum í einum háli, og tað gekk eisini væl, sigur Jónleif.

- Norðmenn fiska gulllaks um veturin og bara teir ljósu tímarnar av samdøgrinum. Í Føroyum gera vit øvut, tí vit fiska hann um summarið og fiska bæði dag og nátt. Um náttina er vanliga lítið at fáa, so kanska vit skulu umhugsa veiðumynstrið, sigur Jónleif.

Sjey mans vóru við fyrsta túrin, men teir vóna at kunna vera seks, sum so ganga uppá skift. 

Okkurt smávegis smiðjuarbeiði skuldi gerast umborð áðrenn farið varð avstað aftur.

[object Object]
(Mynd: Sjómansmissiónin)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2023

18
Leygardagur 13. mai 2023

Nógvar smáar hvalspýggjur í Borðoyarvík

Neyvan nógv føðsluvirði í hesum smáu verum, sum vóru hildnar at vera æti 

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrr í vikuni frættist um stórar nøgdir av æti í Borðoyarvík. Kanningar, sum Havstovan gjørdi vístu, at talan var um smáar hvalspýggjur (Hydrozoa). Støddin liggur um 4 millimetrar.

Nógv tað mesta er væta og tískil er neyvan nógv føðsluvirði í hvalspýggjunum. Slíkar verur eru vanligar, men av tí at tær eru smáar, umframt at meginparturin av kroppinum er klárur, eru tær torførar at síggja, uttan tá tær eru í heilt stórum tættleikum. 

Sera nógv ymisk sløg av hvalspýggjum eru á okkara havleiðum og tá Havstovan ger kanningar av æti í sjónum, er vanligt at síggja ymisk sløg í smáum nøgdum. Meira sjáldsamt er, at tær eru í so stórum tættleikum, sum nú í Borðoyarvík. 

Tað kemur javnan fyri, at æti rekur inn í firðirnar í Norðoyggjum, m.a. Borðoyarvík og Árnafjørð. T.d. er ofta komið fyri, at tættar torvur av krill hava verið í hesum økjunum.

Hesaferð var tó ikki talan um slíkan – helst meira vælkomnan – gest, skrivar havstovan.fo  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2023

19 Leygardagur 13. mai 2023

Metalpetti funnin í bommpakkum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá, at Haribo afturkallar fleiri ymisk sløg av bommum, sum eru seld í Føroyum

Smáu metallstykkini eru ikki inni í sjálvum bommunum men leys í posunum. Feilur í einari maskinu er orsøkin til støðuna. Matador Mix 375 g er ett av sløgunum
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Haribo afturkallar fleiri ymisk sløg av bommum, tí vandi er fyri smáum, leysum metallstykkjum í posunum. Hetta er tí, at okkurt hevur verið galið við einari maskinu á virkinum. 

Hesum boðaði Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá í vikuni og skrivar, at í hesum sambandi eigur vøran at latast aftur í handilin har hon er keypt ella beinast burtur.

Sambært yvirlitin á hfs.fo er talan um samanlagt 21 vørur. Nakrar av hesum eru seldar í Føroyum - millum annað Matador Mix 375 g og Click Mix 120 g. Tær eru merktar við feitari skrift á listanum.

Smáu metallstykkini, ið møguliga eru í nøkrum av pakkunum, eru ikki inni í sjálvum bommunum men leys í posunum. Virkið hevur staðfest, at trupulleikin var ein feilur í eini maskinu. Feilurin er nú rættaður, skrivar HFS.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2023

20 Leygardagur 13. mai 2023

Renn í Litum verður á Gamla Velbastaðvegi

Talan er um fyrsta almenna 'color run' tiltakið í Føroyum. Endamálið er at koma saman til eina festliga og hugnaliga løtu

(Savnsmynd: Bjartur Vest)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag, 13. mai verður fyrsta almenna ‘color run’ í Føroyum. Tiltakið er væl egnað til at gera okkurt øðrvísi og stuttligt saman við familju, vinfólki, bindiklubba, starvsfólki, liðfelagum o.s.fr. 

Endamálið við tiltakinum er, at fólk koma saman til eina festliga og hugnaliga løtu. Henda dagin er málið ikki at koma fyrst á mál. Málið er heldur at hava tað stuttligt, og hava so nógva farvu á sær sum tilber, tá dagurin er liðugur.    

Eitt ‘color run’ er gjørt til at varpa ljós á heilsu og gleði. Runnið verður tveir kilometrar, har litpulvur verður kasta á rennarnar á ymiskum statiónum.  

Kunning um Renn í Litum: 

- Møtt verður uttanfyri hjá Jógvan Weihe millum kl. 12.30 og 13, har nummur verða útflýggjað. Klokkan 13.30 byrjar upphiting við tónleiki. Sjálv renningin byrjar kl. 14.

- Runnið ella gingið verður ein tein á tveir kilometrar, áðrenn endað verður á Akranesgøtu, millum Landshandilin og Føroya Bjór. 

- Við málið eru benkur settir upp, har feitur tónleikur m.a. Swangah spæla og Michael Antony Charles diskar, umframt søla av mati og drekka. 

Tilmelding er neyðug. Meira kunning sæst á Facebooksíðuni hjá Renn í Litum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2023

21 Leygardagur 13. mai 2023

Afturval til Landsfelag Pensjónista

Beate L. Samuelsen og Ingeborg Vinther halda fram sum forkvinna og næstforkvinna

Nevndin í Landsvelag Pensjónista. Frá vinstru Jákup Andreasen, Ingeborg Vinther, Alfred Olsen, Beate L. Samuelsen og Hans Jacob á Kósini
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygardagin 29. apríl hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund á Hotel Hafnia, har m.a. nevndarval var á skránni.

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali og tríggir varalimir.

Í nevndina vóru vald: Beate L. Samuelsen, Pensionistafelagið í Havn, Ingeborg Vinther, Pensjónistafelagið í sunnaru helvt av Suðuroy og Alfred Olsen, Eldrafelagið á Toftum

Sum varalimir vóru vald:, Erhard Jacobsen, Vága Pensjónistafelag, Elna Lamhauge Strøm, Pensionistafelagið í Havn og Annvør Jacobsen, Eldrafelagið á Eiði.

Nevndin í Landsfelag Pensjónista hevur skipað seg við Beate L. Samuelsen sum forkvinnu og Ingeborg Vinther sum næstforkvinnu. Hinir nevndarlimirnir eru Alfred Olsen, Hans Jacob á Kósini og Jákup Andreasen. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2023

22 Leygardagur 13. mai 2023

Rigga til stóru bátastevnuna í Vestmanna

Eitt nýtt ættarlið av ungum monnum hjálpti til at leggja brúgvar, siga fyriskipararnir. Bátastevnan verður komandi vikuskiftið

(Mynd: Jan Haldansen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vestmenningar rigga í hesum til stóru bátastevnuna, sum verður næsta leygardag.

- Tað gekk bara avbera væl at leggja brúgvar út og at reisa tjaldið. Ein nýtt ættarlið av ungum monnum stóð fyri brúgvunum og tað riggaði bara avbera væl, skrivar Jan Haldansen á bólkinum "Vestmenningur" á Facebook.

Stóra tjaldið bleiv innilokað, og nú er bert dansigólv og vatnið á brúnum eftir.

- Tað var stuttligt at síggja so nógv hjálparfólk, eisini nýggjar tilflytarar. Hetta ætla vit at fáa frá hondini leygarmorgunin klokkan 10, skrivar Jan Haldansen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2023

23 Leygardagur 13. mai 2023

Nýggj gongurás niðan á Rávuna

Síðst í apríl hava arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu og sjálvboðin frá hagapørtum arbeitt upp á nýggju gongurásina niðan á Rávuna, sum er ein fjallatoppur millum Vág og Lopra

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Arbeiðið at manna og skipa ferðavinnuna í Vági heldur fram.

Nógv arbeiðið er gjørt síðstu árini og bygt verður omaná, so hvørt. Ein liður í arbeiðinum við ferðavinnuni er at skelta og gera rásir til lokal og vitjandi at ganga á. Skeltini og rásirnar gera tað lættari hjá fólki at vitja søguligu støðini og vøkru náttúruna kring Vág undir skipaðum viðurskiftum.

Nýtt kunningarskeltið

Í 2021 og 2022 vóru kunningarskelti, bygdaskelti og ávísingarskelti sett upp í Vági og á plássum, sum nógv vitja. Og í ár er eitt nýtt kunningarskelti sett upp og nýggj rás er løgd.

Talan er um eitt skelti, sum kunnar um gongumøguleikar niðan á Eggjarnar og fjallatoppin Rávuna. Eggjarnar og Rávan liggja sunnan fyri Vág – millum Vág og Lopra. Nýggja kunningarskeltið er sett upp við byrjanina av Eggjarvegnum. Kunningarskeltið greiðir fólki frá, hvussu ein kemur til Eggjarnar og Rávuna.

Gongurásin niðan á Eggjarnar

Nýggja gongurásin niðan á Rávuna byrjar sama stað, sum tá fari verður niðan á Eggjarnar. Tá komið er væl niðan móti Eggjunum fer gongurásin av vegnum og niðan í hagan. Henda nýggja rásin er týðiliga uppmerkt. Ein stórur steyri er settur við vegin, har rásin fer av vegnum, og á steyranum eru pílar, sum vísa til Rávuna, Eggjarnar og aftur til Vágs.

Sjálv gongurásin er merkt við smærri bláum steyrum í grasinum, sum leiða gongufólk trygt niðan á Rávuna. Túrurin niðan á Rávuna, og túrurin niðan á Eggjarnar, er góður at ganga, og gingið verður í vøkrum lendi við útsýni yvir vestursíðuna av Suðuroynni.

– Hetta er ein liður í arbeiðinum at skipa ferðavinnuna til gagn fyri tey lokalu og øll tey mongu vitjandi í Vági. Eggjarnar og vestursíðan av Suðuroynni eru nakað heilt serligt og væl vitjaðar, bæði av lokalum og vitjandi í Vági. Kunningarskeltið og gongurásin niðan á Rávuna gevur okum eitt bein afturat í einum fjølbroyttum úrvalið av skipaðum ferðavinnumøguleikum í Vági, sigur Magnus Pauli West, leiðari fyri Visit Suðuroy.

Arbeiðið við at skelta og gera gongurásina niðan á Rávuna er gjørt í samstarvi millum Vágs kommunu, Visit Faroe Islands og hagapartarnar Hamrahagi og Langadalshagi.

Tíðindaskriv frá Vágs kommunu

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2023

24 Leygardagur 13. mai 2023

Gekk ikki hjá Reiley

Danmark var ikki millum tey tíggju londini, sum í kvøld vunnu seg víðari í stóru Eurovision-finaluna leygarkvøldið

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var stórur spenningur stutt eftir klokkan 22 hóskvøldið tá tað í Liverpool varð lisið upp, hvørji tíggju lond í seinnu hálvfinaluni vóru komin víðari til stóru finaluna leygardagin

Men tíverri vóru Reiley og Danmark ikki millum tey tíggju londini, sum fingu flest atkvøður og komu víðari.

Londini sum komu víðari í kvøld vóru: Albania, Kýpros, Estland, Belgia, Eysturríki, Litava, Poland, Australia, Armenia og Slovenia

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2023

25 Leygardagur 13. mai 2023

Iðrast eftir vónbrotið í Liverpool

- Eg gjørdi mítt besta fyri Danmark á pallinum, sigur Reiley

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað rakk ikki til eitt finalupláss í Eurovision-finaluni hjá Reiley, sum sang fyri Danmark. Sum vera man iðrar havnarmaðurin seg um vónbrotið.

Hetta segði hann við Danmarks Radio.

- Eg iðri meg at ikki vera sloppin víðari til finaluna. Eg havi fyrireikað meg nógv seinastu mánaðirnar og gjørdi mítt besta fyri Danmark á pallinum. Hinvegin havi eg eitt nýtt lag ávegis, so nú fari eg at hugsavna meg um mínar nýggju útgávur, sigur Rani Petersen, sum framførir undir navninum Reiley, við DR.

26 lond verða í stóru finaluni leygarkvøldið, men fyrsti føroyingurin í Eurovision verður altso ikki millum tey, sum verða á pallinum í Liverpool.

Tey luttakandi í finaluni í kvøld eru:

1. Eysturríki, Teya & Selena: Who the Hell is Edgar?
2. Portugal, Mimicat: Ai coraçao
3. Sveits, Remo Forrer: Watergun
4. Poland, Blanka: Solo
5. Serbia, Luke Black: Samo mi se spava
6. Frakland, La Zarra: Évidemment
7. Kypros, Andrew Lambrou: Break a Broken Heart
8. Spania, Blanca Paloma: Eaea
9. Svøríki, Loreen: Tattoo
10. Albania, Albina and Familja Kelmendi: Duje
11. Italia, Marco Mangoni: Due Vite
12. Estland, Alika: Bridges
13. Finnland, Käärijä: Cha Cha Cha
14. Kekkia, Vesna: My Sister's Crown
15. Australia, Voyager: Promise
16. Belgia, Gustaph: Because of You
17. Armenia, Brunette: Future Lover
18. Moldova, Pasha Parfeni: Soarele si luna
19. Ukraina, Tvorchi: Heart of Steel
20. Noreg, Alessandra: Queen of Kings
21. Týskland, Lord of the Lost: Blood & Glitter
22. Litava, Monika Linkyté: Stay
23. Ísrael, Noa Kirel: Unicorn
24. Slovenia, Joker Out: Carpe Diem
25. Kroatia, Let 3: Mama Sci
26. Bretland, Mae Muller: I wrote a Song


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2023

26 Leygardagur 13. mai 2023

Danskir miðlar um Reiley: Fiasko og flopp

Tað er ikki við mýkindum, at danskir miðlar umrøða Eurovision og føroyska Reiley

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fiasko er eitt orð sum gongur aftur hjá báðum teimum stóru litríku donsku miðlunum Ekstrabladet og B.T. tá teir umrøða Eurovision hálvfinaluna hóskvøldið.

Tað eydnaðist ikki Reiley at koma víðari til stóru Eurovision finaluna, sum verður leygarkvøldið, og hetta var triðja árið á rað, at Danmark ikki er við, har sum tað er stuttligt at vera.

Ekstrablaðið skrivar: Fiasko: Danmark flopper - IGEN!, og aðrastaðni á forsíðuni umrøða tey Eurovision sum "Dansk røvtur".

[object Object]

B.T. siterar útvarpsvertin Ole Tøpholm fyri at siga "Nordens svageste led".

[object Object]

Danmarks Radio skrivar: "Av, av, av! Danmark ude af Eurovision før finalan for 3. år í træk"

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2023

27 Leygardagur 13. mai 2023

Algirsk superstjørna á G!

Algirski rapparin og sangarin Soolking, við meira enn 2,6 milliardum spælingum á Youtube, kemur á G!

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Soolking, sum nú býr í Fraklandi, umboðar eina serliga blanding av modernaðum popputum hipphoppi, blandað við eyðkenda sangstílin og sorgblíðu melodistrofurnar úr norðurafrikanska rai-tónleikinum, við einum góðum dismi av autotunara á.

Sangmálið er franskt og arabiskt.

Soolking er vorðin eitt risastórt navn, fyrst í franskttalandi partinum av heiminum, og nú eisini meira og meira á øðrum marknaðum.

Føroyingar fáa nú høvið at hoyra, hvat alt vásið snýr seg um, tá ið Soolking spælir á G! í summar.

Billboard skrivar um Soolking, at hann hevði sín egna rapp-bólk, sum fekk lutfalsliga góða viðgongd í heimlandinum Algir.

24 ára gamal flutti hann til París, har hann búði og arbeiddi sum ólógligur tilflytari - og gjørdi tónleik í frítíðini.

Í 2017 spældi hann á smærri klubbum og konsertstøðum, og gav løg út á netinum. Vend kom í tá ið ein av kendastu rapparunum í Fraklandi, Sofiane, bjóðaði honum sáttmála við plátufelag sítt og tók hann við at framføra í eini væl umtóktari útvarpssending í Fraklandi.

Soolking framførdi lagið Guérilla, sum snýr seg um søguna um hann sjálvan.

Framførslan fór sum eldur um alnetið og hevur meira enn 343 milliónir vísingar á youtube.

Tónleikurin er fangandi og dansivinarligur, modernaður, men við rót aftur til algirska upprunan.

Soolking hevur millum annað vunnið virðisløn fyri “Best New Francophone Artist” og MTV Europe Music Award fyri “Best French Act”, ávikavist í 2019 og 2020.

Onnur nøvn, sum G! festivalurin hevur kunngjørt hesa vikuna eru: Sons of the East úr Avstralia, Saine Levant úr Palestina og Vágaverk


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2023

28 Leygardagur 13. mai 2023

Modern Talking-sangari á Summar Festivalin

Thomas Anders fer at framføra hittini hjá Modern Talking á Vágsbø

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú fáa fólk fyri fyrstu ferð møguleikan at hoyra sangir hjá Modern Talking framførdar live á føroyskum palli.

Thomas Anders, ið var sangari í Modern Talking, verður við á Summar Festivalinum í august, og tá fer hann saman við bólki sínum at spæla øll tey stóru hittini hjá Modern Talking. Sangir sum "You're My Heart, You're My Soul", "Cheri Cheri Lady", "Brother Louie", "You Can Win If You Want", "Geronimo's Cadillac" og fleiri.

Modern Talking var ein av stóru poppbólkunum í 80'unum. Thomas Anders og Dieter Bohlen mannaðu bólkin, og teir høvdu óteljandi sangir á hitlistum kring heimin. Teir seldu 125 milliónir plátur.

Modern Talking hevur ikki spælt sum bólkur síðani 2003, men Thomas Anders helt fram við solokarrieru og hevur givið nógvan tónleik út og spælir á konsertum víðahvar.

Nú kemur Thomas Anders við bólki sínum til Føroya at spæla á fyrsta sinni, og tað verður stór løta, tá ið sangirnir hjá Modern Talking, sum eisini vóru so væl umtóktir her á landi, fara at ljóma av pallinum á Vágsbø.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 3. til 5. august.

Onnur nøvn, sum Summarfestivalurin hevur avdúkað hesa vikuna eru: Kristel Lisberg, Herborg Torkilsdóttir, Jens Marni Hansen, Kim Hansen, Eyðun Nolsøe og Ólavur á Váli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2023

29 Leygardagur 13. mai 2023

200 gevur út tvey stakløg

"Leðurhúsið" og "Ilt í fyrstani" eru tvey nýggj stakløg hjá 200, sum eru komin út

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sjeynda studioútgávan hjá 200, Reyvheart, kemur eftir ætlan út 1. juli. 

Men í gjár kom út ein brellbiti á talgildu stroymingartænasturnar. Ein old-school single, sum hevur tvær síður, og harvið tvey løg. Løgini eita "Leðurhúsið" og "Ilt í fyrstani", sum ávikavist eru um dupultmoral um samkyndleika og ein mann, sum hevur sína heilt egnu tulking av hvat ein manslega er fyri nakað – og seinna lagið er um neyðtøku. Júst hvør neyðtekur hvønn vilja vit lata fólk sleppa at tulka sjálv. 

Í kvøld vera nøkur av nýggju løgunum framførd í OY, har 200 spælir konsert saman við Swangah. Annars er 200 á skránni á G! í ár, men áðrenn tað verður útgávukonsert tá ið fysiska plátan er komin aftur úr framleiðslu. 

Men til tá kunnu tvey løg hoyrast har tú vanliga stroymir tónleik. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2023

30 Leygardagur 13. mai 2023

Tvey føroysk friðarfrímerki latin úr hondum

Tað er Posta, ið stendur fyri tí. Edward Fuglø hevur sniðgivið annað - Linda Bos og Rúna Egilsdóttir eiga sniðið til hitt

Tað fyrra frímerkið hevur Edward Fuglø sniðgivið, og hevur tað heitið ”Friðarlag”. Hermaðurin við fagottini, blómunum og friðardúgvuni vekir hugmyndasamband við yrkingina ”The Strangest Dream” hjá Ed McCurdy
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tvey føroysk frímerki komu út týsdagin 9. mai. Felagsnevnarin fyri tey bæði  er friður.

Friðarlag

Tað fyrra frímerkið hevur Edward Fuglø sniðgivið, og hevur tað heitið ”Friðarlag”. Hermaðurin við fagottini, blómunum og friðardúgvuni vekir hugmyndasamband við yrkingina ”The Strangest Dream” hjá Ed McCurdy.

- Vit, ið vuksu upp undir kalda krígnum, minnast við ekka og stúran aftur á óunniliga atomara stígin millum eystur- og vesturheimin í kjalarvørrinum á seinna heimsbardaga. 

[object Object]

Friður - hægsta virði mannaættarinnar

Hetta er evnið fyri Evropa-frímerkini í 2023, og verður tað lýst við einum felags myndevni, sum øll luttakandi postverk geva út í 2023.

Myndevnið er úrslit av eini kapping, og ímyndar eitt nýtt friðarmerki. Íblásturin er frá keltiska kærleiksknútinum við samantvinnaðum hjørtum.

Teir ymisku litirnir súmbolisera allar heimsins tjóðir, og hendurnar við flættaðum fingrum bera boð um virðing sínámillum. Sniðið eiga Linda Bos og Rúna Egilsdóttir.

[object Object]

Til ber at lesa meira á stamps.fo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2023

31 Leygardagur 13. mai 2023

Seniorfestivalurin aftur á skrá

Staðsetingin av festivalinum er við Ellis- og røktarheimið í Runavík, men ellis- og røktarheim, sambýlir kunnu eisini vera við umvegis stroyming

(Mynd: Nes kommuna)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eftir ein drúgvan koronasteðg, verður Seniorfestivalurin aftur á skrá leygardagin 3. juni. Hetta er fimta ferð at festivalurin er, og serliga kring festivalin hendir meira og meira, nú tað umframt festivalin leygardag 3. juni liggja tiltøk bæði fríggjadagin 2. juni og sunnudag 4. juni.

Seniorfestivalurin er einasti tónleikafestivalur í Føroyum, ið vendir sær til og tekur støðið í okkara elstu borgarum. Staðsetingin av festivalinum er við Ellis- og røktarheimið í Runavík, men skipað verður soleiðis fyri, at øll ellis- og røktarheim, sambýlir og onnur eftir avtalu kunnu verða við umvegis stroyming.

Tey, ið luttaka á festivalinum, eru: Vestmenn, SWAY, Jens Lisberg, Heine Lützen, Sløkkiliðskórið og Flytifólk, og endabresturin verður felagssangur. Orðstýrari verður Kári P. Højgaard. 

Við tað at umstøðurnar eru til tað, verður tað fríggjakvøldið 2. mai sum nakað nýtt skipað fyri Upp á tá-dansi, har Finnur S. Olsen, vertur, kemur at gera beinleiðis sending á staðnum. Her verður góður møguleiki at dansa, og hetta verður samstundis endabresturin í summarskránni hjá Upp á tá.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2023

32 Leygardagur 13. mai 2023

Norðurlandahúsið 40 ár

40 ára føðingardagurin hjá Norðurlandahúsinum varð hildin við kaffi og køkum mánadagin

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Norðurlandahúsið bjóðaði mánadagin í føðingardag, nú tað vóru 40 ár síðani húsið á fyrsta sinni læt upp.

Gunn Hernes, stjóri, bjóðaði vælkomin, og eisini vóru fleiri røður á skránni.

Sama kvøld var konsert við Anniku Hoydal. Tá ið Norðurlandahúsið í Føroyum lat upp sunnudagin 8. mai 1983 spældi Annika Hoydal saman við Lars Trier á gittara á fyrstu konsertini í Norðurlandahúsinum.

Nú 40 ár seinni, mánakvøldið 8. mai 2023, stóð hon aftur á pallinum saman við sínum nýggja føroyska bólki á júst sama palli.

Fleiri myndir her

[object Object]Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Karen Ellemann, aðalskrivari í norðurlendska ráðharraráðnum, handar eina gávu (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Kristina Háfoss, stjóri hjá Norðurlandaráðnum, heldur røðu (Mynd: Jens Kr. Vang)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2023

33 Leygardagur 13. mai 2023

Vargaseyðurin á St. Kilda er illa fyri

Har eru nógv fleiri seyðir, enn oyggjarnar bera

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Villi seyðurin í St. Kilda oyggjunum vestan fyri Skotland tørvar hjálp. Tað siga djóralæknar, sum halda eyga við seyðastovninum úti á fjarskotnu oyggjunum. Teir senda nú áheitan á National Trust for Scotland (NTS) og skotsku stjórnina um at gera nakað við støðuna, skrivar BBC í dag.

Størsti trupulleikin er ovbit, siga djóralæknarnir. Har er nógv meira seyður, enn oyggin ber.

Myndugleikarnir hava víst á, at seyðurin er villur, og hevur altíð verið tað. Djóralæknarnir, David Buckland og Graham Charlesworth, sum virka í Suðuroyggjum, og halda eyga við stovninum úti á St. Kilda, siga harafturímóti, at seyðurin var røktur í ávísan mun í nógv hundrað ár, líka fram til, at seinastu fólkini fluttu av St. Kilda í 1930.

David Buckland vísir á, at seyðurin doyr orsaka av vánaligu umstøðunum, og at tað er ein pínufullur deyði, sum teir uppliva. Hungur er ein óbehagiligur deyði, vísir hann á.

Djóralæknin greiðir frá, at vísundaligar kanningar hava víst á, at nógvur seyður er deyður í hungri á teimum størstu oyggjunum, Hirta, Boreray og Soay, í fleiri ár.

- Seinastu seks árini hava vit roynt at gera NTS og skotsku stjórnina varug við støðuna og heitt á tey um at gera okkurt við støðuna, men uttan at verða hoyrd.

Umboð fyri National Trust of Scotland siga, at seyðurin úti á St. Kilda oyggjunum er arvur frá fólkunum, sum einaferð búðu har. Seyðastovnurin var ikki røktur, men var villur – vargur – og einans veiddur. Tí hevur ikki verið hildið at gera nakað við stovnin uttan so, at talan hevði verið um sjúku.

Av tí at talan er um villini djór, so er seyðurin á St. Kilda ikki umfataður av skotsku djóraverndarlóggávuni, verður víst á.

Roknað verður ikki við, at seyðurin úti á St. Kilda er verri fyri enn øll onnur villini djór á oyggjunum í Vesturskotlandi, har stovnurin minkar munandi tá vetrarnir eru harðir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2023

34 Leygardagur 13. mai 2023

Ellemann-Jensen vendir aftur til politikk 1. august

Eftir sjúkramelding vegna strongd, ætlar formaðurin í Vinstra at taka arbeiðið uppaftur eftir summarfrítíðina

Jakob Ellemann Jensen (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Formaðurin í danska vinstraflokkinum, Jakob Ellemann-Jensen, vendir aftur til politikk eftir sjúkramelding 1. august.

- Samráð við teir læknar og sálarfrøðingar, sum eg tosi við, havi eg gjørt av at venda aftur 1. august, tá nýggja tingárið byrjar, skrivaði hann í eini dagføring á Facebook hósdagin.

Í dagføringini boðar Ellemann frá, at hann ætlar at venda aftur á øllum uppgávum, sum floksformaður í Venstre, verjumálaráðharri og varaforsætisráðharri.

Tað eru júst tríggir mánaðir síðan, at Jakob Ellemann-Jensen varð sjúkrameldaður í ókenda tíð orsaka av strongd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2023

35 Leygardagur 13. mai 2023

Donald Trump dømdur fyri kynsligan ágang umframt ærumeiðing

Talan var um eitt borgarligt rættarmál, so fyrrverandi amerikanski forsetin fær ikki fongsulsrevsing. Hann skal rinda E. Jean Carroll umleið 34 milliónir krónur

Trump heldur fast um, at hann als ikki veit, hvør E. Jean Carroll er, og hann valdi ikki at vitna í sakarmálinum. Hóast dómin, kann 76-ára gamli republikanarin framvegis stilla upp til forsetavalið næsta ár (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tann ákærdi, og nú dømdi, Donald J. Trump hevur allatíðina hildið fast um, at hann ikki kennir E. Jean Carroll, og fyrrverandi fosetin valdi ikki at møta upp til borgarliga rættarmálið at verja seg sjálvan.

Rihøvundurin ákærdi Trump fyri at hava neyðtikið hana í einum skiftingarrúmi í Bergdorf Goodman handlinum í New York í 1996. Nevningatingið dømdi tó ikki nú 76-ára gamla Trump fyri neyðtøku - mett varð, at prógv ikki vóru fyri hesum. Tó fall dómur fyri kynsligan ágang og eitt slag av ærmeiðing.

Tað at Donald Trump er dømdur fyri at hava kropsliga gjørt seg inn á E. Jean Carroll í 1996 og munnliga - m.a. útsagnir hann hevur havt um hana upp til rættarmálið - sendir hann ikki í geglið. Talan var um eitt borgarligt mál og ikki eitt vanligt revsirættarmál (Criminal Case).

Rættarmálið og prógvbyrðan eru heldur øðrvísi, og tann dømdi fær tað á seg, at hann hevur ábyrgd av hendingini, og at hann mest sannlíkt er sekur. Dómurin er bót. Samanlagt skal Donald Trump nú rinda E. Jean Carroll fimm milliónir dollarar. Hetta svarar til umleið 34 milliónir krónur. Revsingin fyri ærumeiðingina er harðari enn kynsligi ágangurin.

[object Object]
E. Jean Carrol 

Á sínum sosiala miðli hevur fyrrverandi forsetin skýrt dómin eina skomm, men ikki fyri seg. - Við hesum heldur tann størsta "gívrajagstranin" nakrantíð fram.

Verjin hjá Trump skýrir dómin løgnan, tí nevningatingið ikki dømdi hann fyri neyðtøku men kortini feldi dóm. Joe Tacopina staðfesti greitt, at dómurin verður kærdur, tí har er nógv at fara eftir. Tó stúrir hann fyri, at Trump ikki fer at fáa eina rættvísa rættargongd í New York.

E. Jean Carroll var løtt og fegin, tá hon kom úr rættarsalinum týsdagin og hitti tíðindafólkini. Hon segði millum annað, at hetta var ein sigur fyri kvinnur yvirhøvur, at hon nú hevði fingið lívið aftur og at "heimurin nú loksins kennir sannleikan". Sakførari hennar staðfesti, at við hesum er tað greitt, at eingin er yvir lógini - heldur ikki ein fyrrverandi forseti í landinum.

Donald Trump er favorittur at gerast republikanskt forsetavalevni til valið næsta ár. Viðmerkjarar meta, at borgarliga sakarmálið og útfallið ikki fer at ávirka tað stóra.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2023

36 Leygardagur 13. mai 2023

Shell selur sín ognarlut í Cambo kelduni nær Føroyum

Felagið eigur 30% av stóru olju- og gasskelduni eystan fyri Føroyar

Soleiðis fer framleiðslupallurin á Cambokelduni at síggja út
SkrivaÐ:

Jan Müller

Leiðslan í Shell hevur nú avgjørt at selja sín lut í kelduni Cambo skamt frá føroyska markinum. Felagið eigur 30 prosent, og hevði annars ætlað at vera partur av eini stórari útbygging.

Men eftir nógv mótmæli frá umhvørvisfelagsnum og eina endurskoðan av lønseminum í útbyggingini gjørdi Shell av fyri umleið einum ári síðani at taka seg úr útbyggingini. Hini 70 prosentini eigur Ithaca Energy, sum eftir øllum at døma nú bíðar eftir, at okkurt annað felag fer at keypa ognarlutin hjá Shell og harvið gera eina útbygging møguliga. 

Cambo keldan er tann í bretskum øki, sum liggur næst Føroyum. Hon er eisini tann næststørsta yvirhøvur á bretska landgrunninum. Ein útbyggingarætlan liggur klár og er nú upp til Ithaca at taka endaliga avgerð um eina útbygging. Hesum hevur avgerðin hjá Shell nú forðað fyri í meira enn eitt ár, men nú tykist at vera komið hol á soleiðis, at onnur áhugað feløg kunnu keypa partin hjá Shell. Hetta kann taka upp til eitt hálvt ár skrivar Energy Voice. 

[object Object]
Verður avgjørt at útbyggja Cambo og Rosebank keldurnar eystan fyri Føroyar kann tað fáa stóran týdning bæði fyri framtlðar leiting í føroyskum øki og seinni framleiðslu eins og fyri veitingarvinnuna í Føroyum, sum uttan iva kann fáa lut í útbyggingum, sum liggja sær nær Føroyum


Cambo hevur verið nógv frammi í almenna orðaskiftinum. Stjórnin í London sær fegin, at keldan verður útbygd, tí hon metir hetta hava alstóran týdning fyri orkutrygdina hjá Bretlandi. Hinvegin vilja umhvørvisfelagsskapir vera við, at ein slík útbygging bara fer at skaða grøna orkuskiftið og vera við til at økja um CO2 útlátið. Fyristøðufelagið Ithaca leggur annars stóran dent á at fremja eina útbygging, sum hevur minst møguligt útlát. Hetta verður m.a. gjørt við at elektrifisera framleiðsluna á pallinum. 

Annars hevur nýggi eykaskatturin, sum bretska stjórnin hevur lagt á oljufeløg, verið ein mylnusteinur um útbyggingina mett frá Ithaca, sum heldur, at hesin nýggi høgi skatturin í síðsta enda kann vera við til at steðga eini slíkari útbygging. Kortini er tað ynskið hjá felagnum at fara undir útbyggingina, nú felagið longu hevur brúkt stórar upphddir at keypa Cambo ognina frá øðrum felag. 

Spennandi verður at fylgja gongdini komandi mánaðirnar. Tí ein útbygging kann fáa stóran týdning fyri føroysku orkuframtíðina eisini. Verður Cambo útbygt, so kemur nýtt undirstøðukervi í økið nærhendis Føroyum, og tað kann hava týdning fyri framtíðar leiting og framleiðslu í føroyskum øki eisini.

Enn ein stór útbygging stendur fyri framman eystan fyri Føroyar. Tað er Rosebank, sum norska Equinor stendur fyri. Avgerðin um ta útbyggingin verður helst tikin í næstum.

[object Object]

Verða hesar útbyggingar til veruleika, so verður tað fyrstu ferð, at olju- og gasskeldur verða útbygdar so tætt við Føroyar. Og tað kann eisini fáa stóran týding fyri føroysku veitingarvinnuna og annars Føroyar sum maritiman kjarna í Norðuratlantshavi. Hetta er m.a. nakað, sum Sjóvinnfelagið hevur eyguni eftir. Tí umframt eina møguliga leiting á føroyska landgrunninum kunnu umrøddu útbyggingar koma at skapa nógv arbeiðspláss í Føroyum.

Ein orsøk til hetta er m.a. tann, at Føroyar koma at liggja so tætt við keldurnar, at tað helst kann loysa seg at brúka føroyska vørur og tænastur heldur enn bara at skula fáa allar tænastur úr Hetlandi og frá skotska meginlandinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2023

37 Leygardagur 13. mai 2023

Alstóran týdning at røkka málinum um at minka útlátið

- samsvarandi ásetingunum í Parisavtaluni. Til tað krevst m.a., at framleiðslan úr varandi orkukeldum verður økt skjótt

Ingilín Strøm, landsstýriskvinna: - Elframleiðslan skal tvífaldast komandi 10 árini fyri at nøkta ein vaksandi eftirspurning í sambandi við orkuskiftið og røkka málinum um, at oljan skal takast burtur úr elframleiðsluni
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta segði Ingilín Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum m.a. í sínum svari til tingmannin Helga Abrahamsen úr Sambandsflokkinum, sum spurdi, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur viðvíkjandi útboði av loyvum til elframleiðslu úr vindorku tey komandi árini?

Landsstýriskvinnan vísti á, at sambært §11, stk. 3, í elveitingarlógini skulu orkumyndugleikin og SEV regluliga meta um framtíðartørv á útbyggingum, tað veri seg við atliti at framleiðslu og neti. Seinasta almenna metingin um framtíðartørv varð gjørd í sambandi við orku-og veðurlagspolitikkin, sum varð samtyktur á Løgtingi í mai 2022, og hon helt fram:

- Framskrivingin vísir, at elframleiðslan skal tvífaldast komandi 10 árini fyri at nøkta ein vaksandi eftirspurning í sambandi við orkuskiftið og røkka málinum um, at oljan skal takast burtur úr elframleiðsluni. Ein tvífaldan av elframleiðsluni elvir somuleiðis til stórar útbyggingar við atliti at neti, stabiliseringseindum og goymslum, sum SEV hevur ábyrgd av.

[object Object]

Orkumyndugleikin og SEV hava tí gjørt eina nýggja tíðarfesta ætlan fyri útboð av verkum, ið kunnu framleiða el úr varandi orkukeldum. Eisini hevur SEV mett um útbygging av netinum og skipanarberandi tænastum, sum skulu halda netinum uppi. Ein útbyggingarætlan byggir altíð á nakrar ávísar fortreytir, ið eru galdandi, tá ætlanin verður løgd, og tí er ein útbyggingarætlan altíð ein løtumynd, sum má vera opin fyri broytingum.

Vit hava sæð, hvussu skjótt ymiskar fortreytir kunnu broytast.Tøknilig frambrot, ógvusligar príshækkingar á olju, vaksandi íløguhugur í varandi orku, orkuskiftið og krøv um burðadyggar framleiðsluhættir o.a. kunnu elva til, at framskrivingarnar ikki halda. Broytast fortreytirnar munandi, kann tað ávirka útbyggingarætlanina í størri og minni mun. Tí er útbyggingarætlanin eitt broytiligt skjal, sum regluliga verður endurskoðað.  

Vit hava eisini sæð, at vindorkuútbyggingar krevja drúgvt fyrireikingararbeiði bæði viðvíkjandi umhvørvisárinsmetingum, vindmátingum, atgongd at lendi, broyting av byggisamtykt, útboð, netleiðingum, bílegging av vindmyllum o.s.fr. Tí er umráðandi at arbeiða við fleiri útbyggingum samstundis, so at stígur í einari útbygging ikki elvir til, at øll útbygging steðgar upp.Tað er við støði í hesum, at orkumyndugleikin og SEV hava lagt eina útbyggingarætlan við einum árligum vindútboði komandi árini.

[object Object]

Helgi Abrahamsen spurdi eisini, nær  roknast kann við, at næstu útboðini av hesum loyvum verða lýst?

- Sambært útbyggingarætlanini verður arbeitt við at hava eitt alment vindútboð hvørt ár komandi fýra árini, har útbyggingarnar fara at verða gjørdar fleiristaðni í landinum. Ætlanin er, at eitt útboð verður í Sandoynni í 2023, eitt í Suðuroynni í 2024, eitt í Eysturoynni í 2025 og eitt í Norðurstreymoy í 2026. Eisini eru ætlanir um fleiri útbyggingar í 2026-2029.

Uppá fyrispurningin, hvussu nógv feløg hava, síðani seinasta útboð, víst áhuga fyri at seta vindmyllur upp í Føroyum svaraði landsstýriskvinnan:

- Eingir ítøkiligir fyrispurningar eru komnir síðani seinasta útboð, men vanligt er, at feløg, ið hava áhuga at seta upp vindmyllur í Føroyum, gera vart við seg, tá ið ítøkilig útboð verða fyrireikað og sett í verk.

Tingmaðurin vildi eisini vita, nær roknast  kann við, at myllurnar koma upp hjá teimum, sum hava vunnið eitt útboð, men framvegis ikki hava fingið myllurnar upp?

- Tað er bert eitt dømi, har eitt felag hevur vunnið eitt útboð og vindmyllurnar av ymsum orsøkum ikki eru komnar upp enn. Talan er um útboðið frá 2019/2020 norðan fyri Eiðisvatn. SEV og myndugleikin kanna í løtuni møguleikarnar fyri at kunna staðseta eina vindmyllulund sunnanfyri Eiðisvatn ístaðin. Verður komið til ta niðurstøðu, at til ber at seta upp eina vindmyllulund har, verður talan um eitt nýtt útboð av loyvi til elframleiðslu úr vindorku sunnanfyri Eiðisvatn. Hetta útboðið verður tó væntandi ikki fyrr enn í fyrsta lagi 2028.

Loksins vildi sambandstingmaðurin vita, um roknast kann við, at fleiri myllur fara at steðga tey næstu árini, orsakað av, at tær eru í ringum standi?

- Vindmyllur, sum í dag hava trupulleikar við rakstrinum, eru tær í Neshaga og í Húsahaga. Vindmyllulundin hjá SEV í Suðuroy hevur sama slag av vindmyllum sum tær í Neshaga og í Húsahaga. Tað er tó ov tíðliga enn at siga, um hesar kunnu væntast at fáa somu trupulleikar, sum nakrar av hinum vindmyllunum hava havt. Átøk eru gjørd fyri at minka um sannlíkindini fyri, at trupulleikar verða við hesum slagnum av vindmyllum. Talan er um átøk, sum framleiðarin stendur fyri at gera, so sum at skerma betur fyri, at væta treingir inn í generatorin. Slíkar tillagingar eru longu gjørdar í vindmyllum av sama slag, sum eru uppsettar seinni, og enn eru ongar ábendingar um, at tillagingarnar ikki virka eftir ætlan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2023

38 Leygardagur 13. mai 2023

Streymur frá flótandi havvindmyllum skal reka olju- og gasspallar

Harvið kunnu pallarnir avmarka sítt CO2 útlát munandi í framtíðini

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í flest øllum grannalondum okkara kring Norðsjógvin verður nú av álvara varpað ljós á eina orkuframtíð til havs. Havvindmylnulundir eru á breddanum alla staðni og hava lond og fyritøkur sett út í kortið risastórar verkætlanir við havvindmyllum, sum skulu økja um grønu orkuna og harvið stuðla uppundir grøna orkuskiftið. 

Eitt av hesum londum er Bretland, sum gongur á odda innan havvindorku. Í Skotlandi og eisini í oyggjunum fyri norðan, eitt nú Hetlandi, fyllur havvindorkan sera nógv í orkukjakinum, hóast tað í løtuni er vindorkan á landi, sum hevur hægstu raðfesting. Ikki færri enn 103 vindmyllur verða í løtuni settar upp á landi. 

Myndugleikarnir í flestu av Norðsjóvarlondunum hava sett út í kortið útbjóðingar av økjum til havvindorku eina fyri og aðra eftir og vísir tað seg, at íløgufeløg, teirra millum olju- og gassfeløg, vísa stóran áhuga fyri at gera íløgur í havvindorkuframtíðina. 

Eitt av feløgunum, sum gongur á odda innan varandi orku í Bretlandi, er Cerulean Winds, sum hevur ætlanir um - saman við tess partnara, Frontier Power International - at fara undir eina  risastóra verkætlan, nevnd "North Sea Renewables Grid", NSRG, sum er ein grøn net-orkuskipan til havs, ið verður rikin við orku frá flótandi vindmyllum, og har olju- og gasspallar kunnu binda í til tess at troyta reina orku. 

Talan er um eitt konsortium, samtak av feløgum, sum øll virka innan orkuvinnuna. Hesi hava sett sær fyri at menna størsta undirstøðukervið til havs  í Bretlandi, sum hevur til endamál at minka um útlátið hjá verandi orkuframleiðandi vinnuni.

Kostnaðurin er 20 milliardir pund. Feløgini, sum longu hava keypt sær rættin til stór øki, ið skulu hýsa havvindmyllum, skulu framleiða stórar nøgdir av streymi frá havvindmyllum frá 2028.   

Talan er um øki í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Stórar vindmylnulundir verða knýttar saman við eitt nú eini sonevndari "High Voltage Direct Current (HDVC) network” skipan. Henda skipanin skal kunna flyta grøna orku frá vindríku økjunum í Norðsjónum til Bretlands og Evropa.

The North Sea Renewables Grid (NSRG) fer at minka um CO2 útlátið frá olju- og gassframleiðslu og verður mett at skapa 10.000 arbeiðspláss. Tá henda skipan verður tikin í brúk um 5-6 ár fer hon at minka munandi um útlátið frá olju- og gass pallum og harvið vera við til at røkka net null útlátsmálinum í 2050. 

[object Object]

Nýggja varandi orkuverkætlanin við einum grønum neti fer at geva nógv arbeiði til veitingarvinnuna á landi eins og til havnir serstakliga í Skotlandi. 

Dan Jackson, stjóri í Cerulian sigur, at olju- og gassvinnan stríðast við at røkka málunum fyri null útláti um somu tíð sum tey royna at stuðla uppundir orkuveitingartrygdina í Bretlandi. Hann heldur, at til tess at kunna liva upp til útlátsmálini til ásettu tíð, er neyðugt at skipa fyri einum alternativum grønum neti, sum oljufeløgini kunnu brúka.  

- Elektrifisering av olju- og gassframleiðsluni stuðlar uppundir orkutrygdina umframt at skapa arbeiði til veitingarvinnuna. Vit ynskja at skapa møguleikar hjá verandi orkuvinnu at binda í eitt framtíðar grønt orkunet til tess at minka um útlátið og harvið gerast nýggja undirstøðukervið fyri komandi menningina í Norðsjónum.

Nýggja verkætlanin fer av bakkastokki í 2028, tá streymurin frá trimum stórum havvindmylnulundum við hundraðtals myllum, fer út á marknaðin í Suðurbretlandi og Evropa.

Kelda: Energy Voice. Offshore Energy

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2023

39 Leygardagur 13. mai 2023

Norska stjórnin skundar undir oljuleiting

Hóast mótstøðu setir norska stjórnin kortini ferð á oljuleitingina

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Noreg ætlar framhaldandi at vera ein týðandi veitari av olju og gassi til evropeiska marknaðin. Hetta kemur m.a. til sjóndar, nú norska stjórnin hevur lagt uppskot fram um at víðka um olju- og gassleitingina á norska landgrunninum.

Hetta hevur fingið stuðulsflokkin hjá minnilutastjórnini, SV, at mótmæla. Flokkurin ynskir ikki at økja um oljuvirksemið. Stjórnarflokkarnir saman við stórum parti av andstøðuni eru tó fyri at økja um leiting og framleiðslu, nú Evropa hevur stóran tørv á orku í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina. 

Nú um dagarnar gjørdi leiðslan í Equinor, sum stendur fyri stórum parti av orkuframleiðsluni, greitt, at felagið ætlar sær ikki at geva seg fyri trýsti frá umhvørvisfelagskapum og politikarum at minka um sítt virksemi innan olju og gass og heldur brúka meira orku til grøna orkuskiftið.

Equinor er annars eitt tað felagið í Evropa, sum gongur á odda at gera íløgur í grøna orku, men hetta halda umboð fyri tey grønu ikki vera nóg mikið. Tey siga, at tað er ábyrgdarleyst av stjórnini at ganga ímóti ráðunum frá eitt nú ST um at taka hædd fyri verðurlagsbroytingum. Umboð fyri vinstraflokkin “tey Reyðu” siga, at tað er burturvið ikki at lurta eftir ávaringum frá ST og umhvørvisfelagsskapum um veðurlagsbroytingar. 

Norski orkuráðharrin, Terje Aasland, heldur tvørturímóti, at avgerðin hjá stjórnini at víðka um leitingina, er av alstórum týdningi fyri veitingartrygdina í Evropa. Hann leggur dent á, leitingin eisini fer at fevna um øki í Barentshavinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2023

40 Leygardagur 13. mai 2023

Varandi orka lykil til lægri streymkostnað

Tað er betri at økja um varandi orkuframleiðslu enn at lata stuðul til tess at lækka streymprísin hjá týska ídnaðinum. Tað heldur týski kanslarin Olaf Scholz

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað er týski ídnaðurin, sum rópar varskó og sigur, at streymprísurin er ov høgur, og at vandi er fyri, at tungi ídnaðurin í landinum gerst minni kappingarførur við onnur lond sum USA og Kina.

Til tess at bøta um hesa støðuna hevur týski veðurlagsráðharrin Robert Habeck frá teimum Grønu boðað frá, at hann fer at leggja uppskot fram um at stuðla streymi við 6 prosentum fyri kilowattíman fram til 2030. Hetta hevur fíggingarmálaráðið longu víst aftur og sigur, at rúm er ikki fyri slíkum stuðuli í fíggjarætlanini. 

Scholtz sigur í hesum sambandi, at streymprísurin longu er nóg lágur í nøkrum økjum í landinum og at prísirnir í Týsklandi fara at lækka, tá varandi orka fer at vera mest brúkta orkan í Týsklandi. 

Viðmerkjarar vilja annars vera við, at tað fer at vera stórur mangul uppá gass í Evropa í vetur, og at streymprísurin fer til himmals. Tað fer at skapa økta inflatión og hægri rentur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2023

41 Leygardagur 13. mai 2023

Klárur til EM: Sverri vann silvur í Zagreb

Leygardagin vann miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen silvur í A-finaluni í einskullara hjá monnum, sostatt er greitt, at hann skal umboða Danmark í EM í Slovenia síðst í hesum mánaðinum

(Mynd: Balint Czucz/Landsholdet i roning)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðst í hesum mánaðinum skal Sverri Sandberg Nielsen umboða Danmark í EM í rógving, sum verður í Slovenia.

Tað er greitt, eftir at hann gjørdist nummar tvey í A-finaluni í einskullara hjá monnum á World Cup-stevnuni í Zagreb farna vikuskifti.

Tað var Oliver Zeidler úr Týsklandi, sum varð fyrstur á mál við tíðini 06.46.82. Síðani var tað Sverri við tíðini 06.49.40, og á 3. plássi endaði Nikolaj Pimenov úr Serbia við tíðini 06.54.48.

Sverri var ein av tveimum rógvarum, sum umboðaðu Danmark í A-finaluni. Hin var Bastian Secher, sum endaði á einum 5. plássi. Tað var frammanundan greitt, at tað var tann av teimum, sum kláraði seg best í hesari kappingini, sum skuldi umboða Danmark í EM.

Hetta var fyrstu ferð, at tveir mans umboða Danmark í A-finaluni í einskullara í opnum bólki hjá monnum, og hetta var eisini fyrsta altjóða kappingin hjá Sverra, síðan OL í Tokyo í 2021, har hann endaði á 4. plássi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2023

42 Leygardagur 13. mai 2023

Føroyar skulu til Berlin í januar

Noreg, Slovenia og Poland verða mótstøðuliðini í EM-endaspælinum. Talan var ikki tað ítróttarliga besta lutakastið, men at tað er í høvuðsstaðnum kann hava sínar fyrimunir

Helgi Hildarsson Hoydal er ein av mongu føroysku spælarunum, ið spælir - ella hevur spælt - í Noregi. Her í landsdysti í Týsklandi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska manshondbóltslandsliðið endaði í bólki D til lutakastið, sum varð hildið mikudagin.

Talan var eitt rímiligt lutakast men nakað frá ynskilutakastinum. Umframt Noreg, fingu Føroyar Poland og Slovenia, sum á pappírinum vóru millum sterkaru liðini í sínum styrkisbólkum.

Tað at bólkurin verður spældur í Berlin kann gera tað meira praktiskt, í mun til millum annað ferðing hjá áskoðarum.

Fyrsta mótstøðuliðið er Slovenia. Tann dysturin verður, eins og hinir, í stóru Mercedes-Benz Arena í týska høvuðsstaðnum.

Bólkur D (Berlin)
Noreg
Slovenia
Pólland
Føroyar

Dystarskráin: 
11. januar: Føroyar - Slovenia
13. januar: Føroyar - Noreg
15. januar: Føroyar - Pólland

[object Object]
Yvirlitið hjá EHF 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2023

43 Leygardagur 13. mai 2023

- Føroyar hava nøkur av størstu talentunum í heiminum

- Vit fingu millum tey truplastu mótstøðuliðini úr hvørjum styrkislagi, sigur norski landsliðsvenjarin við TV2. Jonas Wille væntar góðan dyst móti Føroyum í januar

Elias á Skipagøtu í gjørnumbroti móti Noregi undir EM fyri U20 lið í Portugal í fjørsummar (Savnsmynd: Harald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikudagin gjørdist greitt, at Noregi, Slovenia, Pólland og Føroyar skulu dystast móti hvørjum øðrum í bólki D í EM-endaspælinum. Hesin bólkurin verður avgreiddur í Berlin.

Noregi var í hægsta styrkisbólkinum og hevði harvið góðar fyritreytir fyri at fáa gott lutakast. Tað gekk tó ikki heilt, sum Jonas Wille hevði ynskt. Hann viðurkennir, at lið hansara skal vera 100 prosent á beinanvegin

[object Object]Jonas Wille, nýggjur norskur landsliðsvenjari

- Vit fingu millum tey sterkastu liðini úr hvørjum styrkisbólki. Men hetta er EM, so tað skal vera hart. Vit skulu ordliga inn í tað beinanvegin - um vit fara víðari møta vit kortini Danmark og Svøríki, sigur norski landsliðsvenjarin við norska TV2.

Tað er Slovenia, ið gevur Wille mest høvuðbrýggj - helst tað liðið hann minst ynskti sær yvirhøvur - men Føroyar fáa eisini rós úr landinum, sum vit hava so sterk søgulig bond til:

- Føroyar hava tveir av teimum mest evnaríku ungu spælarunum í heiminum. Tað verða góðar uppgerðir móti føroyska liðnum

Føroyar skulu royna seg móti Sagosen og hinum í Berlin 13. januar. So er spurningurin um Wille fær fyrireika liðið rætt til at spæla ímóti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum, Óla Mittún og hinum.

U20 bankaði Noreg síðsta summar

Tá føroyska U20 landsliðið luttók í EM-endaspælinum í Portugal í fjørsummar, royndi liðið seg eisini móti Noregi. Tað var í miðumfarinum og føroysku dreingirnir vunnu dystin trygt, 33-31. 

Í sama miðumfari møttu føroysku dreingirnir eisini Polandi, og vunnu stórt, 38-32.

Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so spældu teir eisini móti Slovenia, heili tvær ferðir. Men har gekk verri. Slovenar vunnu 28-27 í innleiðandi umfarinum og 28-23 í dystinum um 9. plássið.

Slovenaði endaði nummar 9 í teirri kappingini, Føroyar nr. 10, Poland nr. 13 og Norewg nr. 15.

Herundir eru myndir frá dystinum móti Noregi, sum Harald Bjørgvin tók.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2023

44 Leygardagur 13. mai 2023

Skulu spæla móti stórum hondbóltstjóðum í stórbýi

Her verður hugt eitt sindur nærri eftir EM-lutakastinum - ítróttarliga og praktiskt

Føroyar sleppa undan millum annað týsku vertunum, men stórar uppgávur skulu loysast í stóra (hondbólts)landinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað kundi enda við, at mann skuldi spæla móti bæði Fraklandi og Týsklandi ella kanska Spania og Kroatia. Hinvegin var ein møguleiki fyri at fáa Svøríki, Niðurlond og Bosnia & Hersegovina, sum helst var tað besta lutakastið ítróttarliga, tá farið varð undir at draga liðini úr niðasta styrkisbólkinum.

Tað gjørdist okkurt, sum er áleið mitt ímillum. Hetta tykiskt eisini at vera niðurstøðan hjá nýggja hjálparvenjaranum, Juliani Johansen, og landsliðsspælaranum Paula Mittún, sum Portalurin tosaði við í Bank Nordik. Teir vóru inni á, at hini liðini í bólkinum - millum annað Noreg - helst undirmeta Føroyar, at tað snýr seg um at raka tey á undir miðal døgum, og at føroyska liðið hevur ávísar møguleikar í bólki D í EM-endapælinum.

Noreg var í HM-finaluni í 2017 og 2019 og var millum tey seinastu fýra í EM 2016 og 2020. Sander Sagosen var tað tíðarskeiðið mettur at vera kanska besti hondbóltsspælari í heiminum samanlagt. Hann er krútsterkur í álopi og verju, men hevur verið nógv skaddur seinastu árini, og eftir nøkur ár í Kiel fer Sagosen nú heim til Noregs at spæla.

Sum heild er Noregi krútsterkt, men er tí dalað nakað, og royndi Christian Berge er ikki longur venjari. Núverandi venjarin, Jonas Wille, er spentur uppá at spæla móti Føroyum, men er ikki beinleiðis fegin um tað.

[object Object]
Hjálparvenjarin Julian Johansen og ítróttarstjórin Mark Lausen-Marcher til tiltakið í samband við lutakastið (Mynd: Sverri Egholm)

Noreg endaði á 5. plássi í EM-endaspælinum í 2022, og eisini í HM-endaspælinum í januar.

Í EM í fjør vóru Poland og Noreg í sama bólki í høvuðsumfarinum (millumumfarinum) Tá vunnu norðmenn við ellivu málum, og Poland fekk bert eitt stig í bólkinum. Poland hevði nógv heilt góð úrslit fyrr í øldini - fýra heiðursmerkir í endaspølum umframt onkur fjórða pláss.

Polendingar hava ikki heilt sama støði nú, og hava verið ov stuttir til okkurt endaspæl í seinastuni - heiðursmerki hava verið langt burtur.

Slovenia kemur oftast víðari úr bólkinum - tað eydnaðist tó ikki til EM í fjør. Í 2020 endaðu slovenar á 4. plássi, og í 2017 endaði tað við HM-bronsuheiðursmerki.

Slovenia hevur ikki eins stóra fysisika styrki, sum til dømis Poland, men heldur nógvar tekniskt dugnaligar hondbóltsspælarar, ið á einum góðum degi av álvara kunnu fáa tingini at sita og spæla upp móti so at siga øllum. Ringu dagarnar kunnu tó eisini gerast heilt ringir, og tað er kanska til gangs fyri Føroyum, ið spæla móti teimum fyrst.

Tað ber væl til at fara til Berlin

Samanlagt er talan um sera sterk lið, ið Føroyar skulu spæla ímóti í Týsklandi. Tað ber til at siga, at Slovenia og Poland bæði vóru millum allarsterkastu liðini

Stuðulin til føroyska liðið kann fáa stóran týdning. Yvir 1.500 áskoðarar hava verið við til at borið Føroyar fram í heimasigrunum á Ukraina og Rumenia, og hóast talan er um eitt annað land og væl størri høll, so kunnu nógvir føroyingar væntast í Berlin, og fer tað helst at merkjast.

Júst at tað bleiv Berlin er nakað, ið tey í Hondbóltssambandinum eru glað fyri. Fleiri orsøkir eru til tað: Tað ger tað lættari fyri Atlantic Airways, ið hevur játtað at flúgva beinleiðis, tað er styttsti vegur hjá mongu útisetunum í Danmark, tað er høgligt, í mun til gistingarhús, tveir bólkar eru í býnum, og so ber eisini til at gera annað enn Berlin.

Sum skilst er áhugin stórur millum føroyingar - í Føroyum og í Danmark - at fara til søguligu dystirnar í Týsklandi í januar. Møguleikarnir til tað tykjast at vera góðir, og kunnu umleið 1.000 sita saman í Berlin. Hondbóltssamband Føroya og Atlantic Airways hava í dag kunnað um, at nærri kunning er á veg.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2023

45 Leygardagur 13. mai 2023

Danir og íslendingar iðra seg eitt sindur

Ritzau hevur sum yvirskrift fyri lutakastið, at Danmark ikki fekk "bólkabrak móti Føroyum" - Morgunblaðið vísti fleiri ferðir á, at Ísland gjarna vildi spæla EM-dyst móti frændunum

Danmark hevði tamarhald á Føroyum í EM-undankappingardystum í 2017 og 2018. Ein nýggj innanhýsis uppgerð í ríkinum má bíða (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað at Føroyar skulu við til sítt fyrsta endaspæl fyri A-landslið í hondbólti hevur, sum vera man, vakt nógvan ans uttan fyri landoddarnar. 

Serliga hevur áhugin verið stórur frá hinum Norðurlondunum. Ongantíð áður hava so nógv Norðurlond verið til eitt A-endaspæl í hondbólti, og sannlíkindi fyri at Føroyar endaðu í bólki við einum av hinum var stór. Danmark, Ísland, Noreg og Svøríki vóru øll í ovast styrkisbólki.

Tað endaði við, at Noreg fekk okkum úr niðasta styrkisbólki. Tað vóru vit kanska eitt sindur fegnari um enn norðmenn. Í øllum førum vísti norski høvuðsvenjarin í samrøðu við norska TV2 á, at Føroyar eiga fleiri heilt evnaríkar spælarar, og at tað var eitt at torførastu mótstøðuliðunum úr niðasta styrkisbólki.

Noreg verður uttan iva ein stórur biti hjá Føroyum at gloypa. Tað hevði Danmark so sanniliga eisini verið. Tað hevði tó verið ein stuttlig og spennandi uppgáva - tað halda danir eisini.

Undir stroymingini hjá TV2 vóru viðmerkjarin Bent Nyegaard og síðumaður hansara spentir, tá síðsta danska mótstøðuliðið skuldi finnast - teir høvdu báðir á orðið, at tað hevði verið stuttligt at fingið nýggja landið í EM-høpi, sum man hevur eitt ávist samband við. Tað gjørdist ístaðin ein annar "debutantur" - Grikkaland - sum endaði í danska bólkinum. Tá Føroyar so komu úr pottinum og fóru í bólk D, helt Bent Nyegaard fyri, at hetta fór at vera ógvuliga trupult hjá liðnum hjá Peter Bredsdorff-Larsen.

Danska tíðindastovan Ritzau hevur vanliga tíðindaskriv um slítk sum eitt lutakast, og tað margfalda og/ella vinkla fleiri stórir danskir miðlar. Yvirskriftin var: "Danmark misser færøesk gruppebrag ved håndbold-EM". Í greinini stendur millum annað, at Danmark er stórfavorittur í sínum bólki (Portugal, Kekkia og Grikkaland), og at Danmark møguliga kundi fingið Føroyar, sum er við til EM fyri fyrstu ferð. Víst verður tó ikki á, at tað er heilt ómøguligt: Um Føroyar megna at blíva nummar eitt ella tvey í sínum bólki, bíðar Danmark allarhelst.

"Nógvir íslendarar vilja hava Føroyar"

Íslendingar vísa ofta føroyingum ans. Soleiðis var í síðstu viku í apríl, tá Føroyar komu víðari, og soleiðis var eisini í samband við lutakastið.

Millum annað hevði Morgunblaðið beinleiðis dagføringar frá lutakastinum í Düsseldorf. Har skrivaði Jóhann Ingi Haftórsson tíðliga, at nógvir íslendingar vilja hava Føroyar, ið skal spæla sítt fyrsta EM-endaspæl, í bólk sín.

Eitt er, at talan er um eitt av veikastu londunum í kappingini á pappírinum, men tó vóru Føroyar sum so ikki sæddar sum ein ítróttarlig ynskimótsstøða úr niðasta styrkisbólki - íslendska hondbóltssambandið hevur longu spurt um venjingardyst sum fyrireiking.

Tá fjórði styrkisbólkurin varð drigin, spurdi Morgunblaðið um Ísland mundi fara at fáa Føroyar, men tá bólkur D varð greiður, staðfesti Jóhann Ingi Haftórsson: "Ekki fær Ísland að mæta Færeyjum"

Ísland kom í heldur torføran bólk, í mun til at liðið var hægst styrkismett, Íslendingar skulud spæla móti Ungarn, Serbia og Montenegro. Íslendingar spæla, eins og danir, sínar dystir í München.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2023

46 Leygardagur 13. mai 2023

Hava tryggjað yvir 2.000 EM-atgongumerki til føroyingar

Tey umleið 2.200 atgongumerkini verða sett til sølu mikudagin 17. mai klokkan 12. Tá verður leinkja løgd út á síðuna hjá HSF

Í fyrstu syftu er talan um pakka-atgongumerki til sama øki í Mercedes-Benz Arena og til allar dystirnar hjá Føroyum, umframt hinar í bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hondbóltssamband Føroya hevur seinastu dagarnar arbeitt fyri at tryggja føroyingum so nógv atgongumerki sum gjørligt. Nú er greitt, hvussu nógv "føroysk" atgongumerki verða til EM-dystirnar í Berlin í januar, og nær tað ber til at keypa.   

Heimasíðan hsf.fo skrivar, at omanfyri 2.200 atgongumerki eru tryggjað føroyingum, og til ber at royna at fáa fatur á teimum frá mikudegnum 17 mai, klokkan 12 koma føroysku EM-atgongumerkini til sølu.

Talan er pakka-atgongumerki, ið øll eru til sama øki í stóru Mercedes-Benz Arena í týska høvuðsstaðnum. Hesi geva atgongd til allar dystirnar í bólkinum hjá Føroyum. Hondbóltssambandið greiðir soleiðis frá, hvussu tað gongur fyri seg:

- Mikudagin, 17. mai, kl. 12.00, verður leinkja løgd út á heimasíðuna og facebook hjá Hondbóltssambandinum saman við einari kotu. Við at trýsta á leinkjuna og hareftir kotuna, fæst atgongd til setrini, sum eru løgd av til føroysku áskoðararnar. Talan er um atgongumerki í sektión 218 (purpur), 219 (gul), 406 (blá), 407 (blá) og 408 (reyð). Hartil sita føroyingar eisini í sektión 104, 201, 217, og 220. Hesi seinnu eru atgongumerki, sum eru farin til ferðaskrivstovur o.o.


[object Object]
Økið í horninum har helst heilt nógvir føroyingar verða (Mynd: HSF)

Frá 31. mai ber til at keypa dagsatgongumerki - til einstakan dyst hjá Føroyum umframt hin dystin í bólkinum tann dagin. Atgongumerki, sum ikki eru tilskillaði eitt av liðunum, fara í fría sølu á kappingarheimasíðuni heretoplay.com

Dystirnir í bólkinum hjá Føroyum í Berlin liggja soleiðis:

Hósdagin 11. januar: Slovenia – Føroyar og Noreg - Pólland

Leygardagin 13. januar: Føroyar – Noreg og Pólland - Slovenia

Mánadagin 15. januar: Pólland – Føroyar og Slovenia - Noreg

Við hesum er greitt, at nógv tað minsta landið - í mun til fólkatal - í endaspælinum kann verða heilt væl umboðað á áskoðaraplássinum í januar 2024. Eisini gevur hetta møguleikan fyri, at nógvir føroyingar kunnu skapa eitt huglag saman. 

[object Object]
Mynd: EHF/HSF

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2023

47 Leygardagur 13. mai 2023

Atlantsflog flýgur beinleiðis til Berlin

Í sambandi við EM-endaspælið í januar fer Atlantsflog at flúgva beinleiðis til týska høvuðsstaðin, har Føroyar spæla sínar bólkadystir

Tá Føroyar leiktu í Eysturríki herfyri vóru nakrir áskoðarar við. Í Týsklandi í januar verða vónandi oman fyri 1000 føroyskir áskoðarar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú er vorðið greitt, at føroyska hondbóltslandsliðið skal spæla sínar bólkadystir til EM-endaspælið í týska høvuðsstaðnum Berlin í januar 2024. Atlantsflog, sum eisini er stórstuðul hjá Hondbóltssambandi Føroya, fer í hesum sambandi sjálvandi at flúgva beinleiðis til Berlin.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, sigur soleiðis:

- Vit eru tjóðarflogfelagið hjá Føroyum, og vit vilja sjálvandi vera við til at stuðla uppundir, at so nógvir føroyingar sum gjørligt sleppa til Týsklands at síggja dystirnar hjá føroyska landsliðnum og Føroyum til hetta søguliga endaspælið. Vit eru øll errin av hondbóltslandsliðnum og teirra megnaravrikið, og vit gleða okkum at sleppa at stuðla teimum, alt tað, vit eru ment frá áskoðaraplássunum.

Nú lutakastið hevur verið, og tað er avgjørt hvørjum býi, Føroyar skulu spæla í, fara veruligu fyrireikingarnar í sambandi við flúgvingina í gongd, og kunnað verður í næstum um, hvussu verður flogið, og nær sølan byrjar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2023

48 Leygardagur 13. mai 2023

Julian Johansen nýggjur hjálparvenjari hjá A-landsliðnum

Hann skal saman við Peter Bredsdorff-Larsen og Tom Jensen leiða føroyska manslandsliðið í EM-endaspælinum

Julian Johansen (Mynd: EHF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Julian Johansen varð í vikuni settur sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum í hondbólti.

Julian tekur við starvinum eftir Lars Porskær Møller nú hansara sáttmáli gekk út. Tað verður sostatt Julian, sum saman við Peter Bredsdorff-Larsen, høvuðsvenjara, og Tom Jensen, málverjavenjara, sum skulu leiða føroyska manslandsliðið í EM-endaspælinum í Týsklandi í januar.

Julian Johansen er 33 ára gamal og hevur longu drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur vant bæði menn og kvinnur í fremstu deildini í Føroyum og er í løtuni venjari hjá U21-landsliðnum hjá Føroyum, sum skal til HM í Týsklandi í juni mánaði.

Julian Johansen tekur við starvinum 1. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2023

49 Leygardagur 13. mai 2023

Greipa og glæsiligt punktum í Hoyvík

H71 var aftanfyri við sjey málum móti Kyndli, men vísti sína styrki. Harvið endurvunnu hoyvíkskvinnur føroyameistaraheitið, og tryggjaðu sær greipuna á fyrsta sinni

Ein stórur lætti og øgiligur fagnaður eftir síðsta bríksl í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Undan triðju FM-finaluni millum Kyndil og H71 høvdu hoyvíkskvinnur bert tapt ein dyst á føroyskari jørð í hesum kappingarárinum. Tað var seinna hálvfinalan í steypakappingini í Hoyvík, sum Neistin vann við einum máli - tá hevði H71 vunnið við níggju málum í tí fyrru. Hoyvíkskvinnur hava vunnið steypafinaluna, allar landskappingardystirnar uttan ein, umframt evropeiskar dystir hetta kappingarárið.

Við í hesari røðini vóru tvær FM-finalur undanfarnu vikuna, og harvið kundi H71 leygarkvøldið tryggja sær føroyameistaraheitið annað árið á rað. Hoyvíkskvinnur jagstraðu eisini sína fyrstu greipu, og hon kom eisini í hús. Tað sá tó ikki út til, at hetta fór at gerast veruleiki, tá nakrir minuttir vóru eftir av 1. hálvleiki.

Máltalvan í Hoyvík vísti 8-15, tá 24 minuttir vóru spældir. Turið Arge Samuelsen setti í ár málmet við útvið 300 málum. Í fyrra hálvleiki hevði heimaliðið trupulleikar av nógvum, og H71 megnaði so als ikki at steðga henni. Annar av venjarunum hjá H71, Djóni Gaard Joensen, staðfesti eisini hetta í samrøðu við Portalin.

Hetta eydnaðist tó við mansverju, sum Jana Mittún fór í gongd við stutt fyri steðgin. Kyndil skoraði ikki aftur í fyrra hálvleiki, og Turið skoraði tvey mál eftir steðgin.

[object Object]
Turið Arge Samuelsen og álopið hjá Kyndli riggaði ógvuliga væl í umleið tjúgu minuttir

[object Object]
Turið gjørdist greiður toppskjútti í SMS-deildini (Myndir: Jens Kr. Vang)

Kyndil hevði gjørt heilt nógv rætt fyrstu 24 minuttirnar og var eisini við til tað seinasta í kvøld. H71 hálaði tó ógvuliga skjótt inn - fýra mál fyri steðgin og undir sjey minuttir inn í seinna hálvleik var javnleikur. Skjótt fór H71 eisini frammum fyri fyrstu ferð síðani í 1. minutti. 

Tað leikaði javnt á heilt til endans. Tað var dramatiskt og intenst, og bæði liðini góvu alt. H71 hevði fingið verjuspælið at sita væl, og Rúna Larsen hevði fleiri bjargingar. Kyndil fann tó framvegis nakrar loysnir - sum tá Bjarta Johansen fekk góð mál á strikuni. Hjá H71 var tað serliga Jana Mittún, sum við sínum 1 móti 1 spæli og góðu skotum gekk á odda. Maria Halsdóttir Weyhe fekk tó eisini týðandi mál, og Lukka Arge skoraði fimm trygg brotskøst.

Tá tveir minuttir vóru eftir, eydnaðist vælleikandi Jovanu Strajanac at bjarga brotskasti frá Lukku. Um Kyndil hevði drigið longra stráðið, hevði tað kanska samanlagt mest verið Jovanu at takka. Tá var støðan 25-24, men tað kom einki mál afturat í dystinum - flotta málið hjá Janu tá fýra minuttir vóru eftir gjørdist tað seinastu. Verjan hjá H71 stóð væl, og Vár Zachariassen fangaði seinastu royndina hjá Kyndli at spæla inn á strikuna.

Nøkur sekund seinni kundu fagnaðurin og veitslan av álvara byrja í Hoyvík. Vár, tvíburðasysturin Lív ið hevur ein skaða nú, Jana og Maria eru ímillum tær, sum ikki spæla fyri H71 næsta ár. Leygarkvøldið kundu tó allar í svørtum og viðhaldsfólk teirra fegnast um ein søguligan sigur.

Seks ár eftir at H71 kom upp í bestu kvinnudeildini, hevur liðið endurvunnið FM og vunnið eina greipu. Guðrið á Borg hevur verið við so at siga allan vegin, og hon tók ímóti steypinum - H71 hevur gjørt tað í stórum stíli.

[object Object]

[object Object]
Hoyvíkskvinnur kundu fegnast við steypinum (Myndir: Jens Kr. Vang)

FM-finalur í SMS-deildini
Triðja finalan - leygardagin 6. mai í Hoyvíkshøllini
H71 (3)  - Kyndil (0) 25-24 (12-15)

Toppskjúttar:
Jana Mittún 10 mál, Turið Arge Samuelsen 7 mál, Bjarta Osberg Johansen 7 mál

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2023

50 Leygardagur 13. mai 2023

Har var eingin ivi í Hoyvík

H71 í roynd og veru hølvaði VÍF av mikukvøldið, og harvið er nú 1-1 í FM-finalunum í Burn-deildini

Rói Ellefsen á Skipagøtu var ein av hoyvíkingunum, sum spældi ógvuliga væl mikukvøldið. Hann skoraði tíggju mál - her sæst hann í fyrstu finaluni (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikukvøldið, beint eftir EM-lutakastið, var onnur FM-finalan í Burn-deildini á skránni. H71 tók ímóti VÍF og skuldi fáa nøkur ting at sita betur enn í fyrstu finaluni, sum var í Vestmanna leygardagin, tá vestmenningar vóru omaná.

Tað sást beinanvegin, hvønn veg tað bar. Verjan hjá H71 stóð sum ein múrur fyrstu løtuna, og Pauli Jacobsen kom eisini beinanvegin í gongd. Tvær ferðir varð VÍF dømt fyri drál, tá eingin alvering var eftir, og spælarin við bóltinum ikki var í skotstøðu yvirhøvur. Tað tók VÍF níggju minuttir at fáa eitt mál - tá var 3-0 - og yvir tólv minuttir at skora eitt mál, sum ikki var í yvirtali ella við brotsskasti.

Hóast VÍF hekk toluliga væl í, í fyrra hálvleiki, og eisini fekk nakað betri álopsspæl sum hálvleikurin leið, so var lítið sum bendi á, at H71 av álvara fór at verða hótt. "Fýra-blokkurin" við Róa Ellefsen á Skipagøtu, Niklas Hanusarson Højgaard, Peturi Krogh og Rúna Vest Højgaard var framúr, og so fekk Pauli fatur á fleiri bóltum enn í Vestmanna. Tað eydnaðist millum eisini nógv betri at møta Filipi Jojic. Bakkurin skoraði tíggju samanlagt í Vestmanna, men hann bert fekk tvey mál í opnum spæli í dag.

Í álopinum var eitt heilt annað flog yvir serliga Róa á Skipagøtu, ið skoraði tíggju mál og fekk spælið hjá heimaliðnum at flóta, og so vísti 19-ára gamli Rókur Ziskason góðar taktir. Bakkurin, sum var til U18 EM í fjør, hevur verið nógv skaðadarvaður í ár, men hann bjóðaði væl av í dag, skoraði fimm mál og skapti órógv í VÍF-verjuni.

[object Object]
Filip Jojic verður her steðgaður í dystinum í Vestmanna - hann fekk ikki serliga fríar ræsir í dag, og Pauli Jacobsen pilkaði eisini nøkur skot (Mynd: Sverre Egholm)

Skjótt í seinna hálvleiki gjørdist greitt, at tað bert fór at verða spurningur um hvussu stóru heimasigurin fór at verða, og heilt gott lag var á meginpartin av teimum, ið vóru í Hoyvíkshøllini. Hallur Árason hevði nøkur dundurskot, men í hinum endanum raplaði tað inn. Munurin fór frá fimm málum í steðginum til tíggju máleftir 40 minuttir, og eina løtu gingu aftur sjey minuttir uttan eitt VÍF-mál.

Liðini skiftu so at siga allar út, dysturin losnaði eitti sindur, og fleiri nýggir vístu seg væl fram. Torstein Sivertsen í H71-málinum hevði nakrar bjargingar, og VÍF setti fleiri U18-spælarar inn - saman við Agnari Joensen - har serliga Eyðbjørn Heini Danielsen var eyðsýndur. Bakkurin skoraði trý mál og syrgdi fyri brotskøstum og útvísingum hinvegin.

VÍF fekk minkað munin niður í sjey mál, men tað var annars ein ógvuliga ringur dagur á kontórinum hjá vestmenningum. Nú er trýstið aftur á teimum: 1-1 og liðini spæla í Vestmanna leygarkvøldið, áðrenn leiðin gongur aftur til Hoyvíkar.

FM-finalur í Burn-deildini
Finala nummar 2 - mikukvøldið 10. mai í Hoyvíkshøllini
H71 (1) - VÍF (1) 28-21 (13-8)

Toppskjúttar: Rói Ellefsen á Skipagøtu 10 mál, Hallur Árason 6 mál

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2023

51 Leygardagur 13. mai 2023

VÍF vann fyrstu finaluna

Stórskjúttarnir hjá VÍF tóku ábyrgd í intensa dystinum í Vestmanna leygardagin, har heimaliðið var omaná meginpartin av dystinum

Hallur Árason skorar her eitt av sínum átta málum fyri VÍF í fyrsta finalusigrinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað varð sum væntað ein intens og tøtt finala í Vestmanna leygardagin. Talan var um fyrstu finaluna, og talan varð ikki um tað flottasta hondbóltsspælið. H71 fekk sjáldan tingini at hanga ordliga saman. Vestmenningar vóru stinnari, og profilarnir gjørdust avgerandi.

Fyrstu løtuna leikaði tað sera javnt á, og liðini skiftust so at siga at skora teir fyrstu tjúgu minuttirnar. Hjá VÍF var tað serliga hávaksni høgri bakkurin úr Kvívík, Hallur Árason, ið gekk á odda í byrjanini, áðrenn Filip Jojic av álvara tók við - Mladen Mjerimacka hevði seks bjargingar fyrsta korterið.

Hóast Peter Krogh fekk nøkur góð mál, so hevði H71 tað trupult í spælinum mitt fyri í fyrra hálvleiki. Miðblokkurin hjá VÍF var ofta sterkur. Tað eydnaðist ikki so væl við skotum og øðrum hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu, sum ofta fyrr í ár, og strikuspælið riggaði ikki. Tó vóru vengurnar - í fyrra hálvleiki serliga 17-ára gamli Rói Sejer Hjaltason til vinstru - ljóspunkt.

[object Object]
Mynd: Jens Kr. Vang

[object Object]
Rói Seyer Hjaltason skorar her kaldliga (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sí fleiri myndir frá dystinum her

Sum heild gjørdu hoyvíkingar alt ov nógvar tekniskar og persónligar villur. Seinastu tíggju minuttirnar fyri steðgin fór VÍF avstað, og fyriuttan fyrstu løtuna av seinna hálvleiki - tá VÍF spældi uttan Filip Jojic (slag í høvdið), og H71 kom á javnt - hevði heimaliðið tamarhaldið á dystinum.

VÍF fekk ikki allatíðina loyst upp fyri H71-verjuni, men hon var tó ikki eins sterk sum í mongum av undanfarnu dystunum - tað hongur millum annað saman við, at skaddi Sveinur Olafsson manglaði. Tá stígur kom í, tóku Hallur og Filip ábyrgd og skoraðu nógv góð mál. Teir skoraðu samanlagt tjúgu av teimum 30 málunum hjá heimaliðnum. Sjúrður Olsen var eisini, fyriuttan eitt brotsskast á stongina, tryggur og fekk fimm mál.

Tað var allatíðina ein ávísur spenningur í, men munurin seinasta stóra korterið kom ongantíð undir tvey mál. VÍF vann uppiborið og byrjar harvið røðina væl. 

FM-finalur í Burn-deildini
Finala nummar 1 - leygardagin 6. mai í høllini í Vestmanna
VÍF - H71 30-26 (14-11)

Toppskjúttar: Filip Jojic 12 mál, Hallur Árason 8 mál - Bogi Hansen og Peter Krogh 7 mál

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2023

52 Leygardagur 13. mai 2023

VÍF fer út aftur í Evropa

Fyri fyrstu ferð í 24 ár verður VÍF millum liðini í Evropa Cup

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mansliðið hjá VÍF fer nú aftur at royna seg í evropeiskari kapping. Fyri fyrstu ferð í 24 ár verður VÍF millum liðini í Evropa Cup.

Ingi Olsen var ein av lyklaspælarunum, tá vestmenningar seinast royndu seg í Evropa. Nú er hann partur av nevndararbeiðinum í felagnum, og hann sigur, at fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru longu komnar væl áleiðis.

- Luttøkan í Evropa er ein virðismikil partur av teimum fyrireikingunum, sigur hann.

Ingi heldur tað hava týdning, at spælarar eisini fáa størri og øðrvísi avbjóðingar.

- Spælararnir tráa eisini eftir at fáa aðrar uppgávur og at fáa seg royndar í Evropa, og vit fegnast um, at hetta nú aftur ber til, sigur hann.

Mansliðið hjá VÍF var við í Evropa Cup í 1997 og 1998. Fyrru ferðina var mótstøðuliðið rumenska Dinamo Bukarest. Báðir dystirnir vóru spældir í Vestmanna. Vestmenningar vunnu seinna dystin, men taptu samanlagt. Árið eftir tapti VÍF báðar dystirnar fyri finska HC Dennis.

Lutakastið verður miðskeiðis í juli, og tá fæst at vita, hvørjum VÍF skal spæla ímóti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2023

53 Leygardagur 13. mai 2023

Elias toppskjútti og Sävehof í finaluni

Tað varð sum so eingin ivi í Partille hóskvøldið. Spælskiparin vísti vegin, Sävehof vann stórt, og Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún skulu skjótt spæla SM-finalur

Elias á Skipagøtu (nr. 71 í miðjuni) varð valdur til dagsins leikari. Óli Mittún, uttast til høgru, skoraði tvey mál (Mynd: IK Sävehof)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mánakvøldið var tað tætt í aðru hálvfinaluni, sum var í Ystad. Útiliðið var stinnari síðstu løtuna, og teir hjá Ystad hava helst sæð, hvønn veg tað bar.

Eftir úrslitið var greitt, at Ystad skuldi vinna tríggjar dystir á rað fyri at koma í SM-finalurnar, harav tvær hálvfinalur í Partille.

Kim Andersson og hinir megnaðu ikki at minka um munin hóskvøldið og við sannførandi avriki - serliga í álopsspælinum - vann Sävehof stórt.

Svenska handbollsligan.se skrivar, at Ystad so gott um ongantíð fekk støðga nógvu ferðini, sum heimaliðið hevði í álopinum, og at "gul-svarta málmaskinin" gekk við fullari ferð. Heimasíðan nevndi eisini ein spælara: Spælskiparan úr Hoyvík

- Anförda av Elias Á Skipagøtu på nio meter lyckades Sävehof från start få matchen dit de ville. Efter drygt fem minuter ledde man 5–1, och större skulle segersiffrorna bli.

[object Object]
Elias í hopla og Sävehof skal spæla um gullið (Mynd: Sverri Egholm)

Aftonbladet skrivar, at Elias enn einaferð gekk á odda hjá Sävehof, og gjørdist hann toppskjútti við átta málum. Føroyingurin skoraði fýra mál fyrsta korterið, og Ystad kom ongantíð veruliga nær føroyingafelagnum. Munurin í steðginum var fimm mál, og munurin tvífaldaðist fyrstu tíggju minuttirnar eftir steðgin. So snúði tað seg bara um at koyra sigurin heim á frálíka heimavøllinum, og Sävehof vann eisini við tíggju málum og fekk spart nakað.

Óli Mittún spældi eisini sín leiklut í dystinum. Hann skoraði tvey mál, og var við at fáa ferð og góðsku í spælið hjá Sävehof. 17-ára gamli A-landsliðsspælari var lyklaleikari í U18 SM-finalunum síðsta vikuskifti, og nú skal hann skjótt spæla finalur um svenska meistaraheiti. 

[object Object]
Elias og Óli eftir sigurin í Ystads mánakvøldið (Mynd: Agnar Prestá)


Finalurnar verða seinasti dystirnir hjá Eliasi í svenskum hondbólti. Í summar skiftir hann til THW Kiel. Mánadagin segði Elias Ellefsen á Skipagøtu við Portalin, at fyri finalurøðina kundi tað verða týdningarmikið at vinna triðju hálvfinaluna.

- Tað kann merkja øgiliga nógv, um vit kunnu avgerða tað hósdagin. Tað sær út til, at hin hálvfinalurøðin millum Kristianstad og Hammarby fer í fýra ella fimm dystir. Um vit kanska kunnu avgerða tað í trimum, kann tað hjálpa okkum nógv.

Finalurnar um svenska meistaraheitið fara av bakkastokki í næstu viku.


[object Object]
Mynd: Handbollsligan.se

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2023

54 Leygardagur 13. mai 2023

HB er í hálvfinaluni og í favorittleiklutinum

Áki Samuelsen og Mads Borchers stóðu fyri frálíku málunum, sum varpaðu grannarnar úr steypakappingini og staðfesti yvirveldið hjá HB í Gundadali. B68, EB/Streymur og 07 Vestur eru eisini víðari

Tað vóru ikki nógvir málmøguleikar fyrstu 75 minuttirnar í Gundadali, men so sló HB til tvær ferðir, tá teir í reyðum og svørtum gagnnýtti plássið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týskvøldið gjørdist greitt, hvørji lið skulu spæla í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið.

Stóri dysturin var í Gundadali. Har hendi ikki so nógv í fyrra hálvleiki, har B36 samanlagt var nakað omaná. HB hevði tó stóran møguleika tíðliga, tá Mads Borchers sendi bóltin í síðunetið - seinni noyddist Teitur Gestsson at jústa bóltin burtur eftir hart skot frá Jann Benjaminsen.

Júst Borchers fekk hol á, tá eitt korter var eftir. Hetta var, eftir at HB spældi seg úr B36-trýsti og Áki Samuelsen setti ferð á. Við frálíkum innleggið fann Áki danan, sum við aftaru stong var hægstur. Nakrar minuttir seinni vóru tað umbýttir leiklutir eftir umstilling: Mads Borchers setti ferð á og legði hart og væl inn úr vinstru, Áki tamdi bóltin væl, og smekkaði hann í málhornið til 2-0. Ungi HB'arin gjørdist eisini avgerandi í 1/8-finaluni í Sarpugerði.

B36 søkti at seinastu løtuna og kundi væl fingið veruligan spenning í aftur, men seinasti neyvleikin manglaði í kvøld hjá teimum hvítkløddu, ið hava tað tungt við HB.

[object Object]
Borchers skorar til 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Og Áki Samuelsen hevur her økt til 2-0 (Mynd: Sverri Egholm)


[object Object]
B36 søkti at seinastu løtuna...(Mynd: Sverri Egholm)


Sí fleiri myndir frá grannauppgerðini her

B68 var greitt omaná fyri steðgin móti grannunum NSÍ og skoraði tvey mál. NSÍ kom betri út til seinna hálvleik, minkaði um munin, og fekk eisini stóran spenning í. Steffan Løkin minkaði um munin móti gamla felagi sínum, eftir at hann sjálvur vann bóltin, og rakti eisini stongina seint í dystinum.

Tað var tó fýrverk og frøi á teimum reyðkløddu á Svangaskarði, nú B68 vann á grannunum, og fyri fyrstu ferð síðani 2014 er í einari hálvfinalu.

EB/Streymur vann eisini á liðið úr næstbestu deildini. Liðið hjá Sigfríði Clementsen vann sannførandi, tá Skála vitjaði á Eiði.

Tá tjúgu minuttir vóru eftir, minkaði Skála um munin við brotssparki til 3-1, men Rógvi Egilstoft staðfesti sigurin tíggju minuttir seinni. Rógvi hevði lagt upp til tvey av hinum málunum, og tríggir spælarar uppvaksnir í EB/Streymi - Virgar Jónsson, Mikkjal Hellisá og Gutti Dahl-Olsen - stóðu fyri hinum trimum. Tað eru tíggju ár, síðani EB/Streymur síðst var í hálvfinalunum. 

Á Argjum hittust AB og 07 Vestur. Eins og tá liðini hittust Inni í Viku í Betrideildini trettan dagar frammanundan, endaði tað 1-2.

Heimaliðið tyktiskt annars meira á og meira vandamikið í fyrra hálvleiki. Vandamestu støðurnar komu tó í stóran mun eftir mistøk hjá 07 Vestur, sum tykiskt at skula finna seg til rættis í sínari 5-3-2/3-5-2 og við nýggja málverjanum, niðurlendska Steven Van Dijk, ið fekk møguleikan.

07 Vestur kom tó eisini til ein stóran møguleika stutt fyri steðgin, tá Høgni Egilstoft Nielsen breyt ígjøgnum og fór framvið málverjanum. Miðvallarin hevur skorað nøkur mál í seinastu dystunum, men hesaferð rakti hann - órógvaður  - stongina.

Fimm minuttir eftir steðgin bragdaði. Rasmus Knudsen legði inn úr vinstru, og við aftaru stong stútaði Uros Stojanov bóltin framvið Antonio Borelli. AB-málverjanum hevði veruliga ongan møguleika at bjarga um miðjan seinna hálvleik. Tá gjørdi vælleikandi Magnus Holm Jacobsen av at smekka til úr 25-30 metrum, staddur nakað til høgru, og bólturin sang í netinum. 

0-2 og nú skuldi AB, sum bert hevði tvey mál í sínum átta undanfanu dystum, veruliga leggja trýst á. Tað eydnaðist í yvirtíðini at vinna sær brotsspark, sum Brian Jakobsen umsetti til mál. Tað var tó ov seint og enn eitt niðurlag til AB. 

Fjórðingsfinalur í kappingini um Løgmanssteypið
Týsdagin 9. mai

B36 - HB 0-2 (0-0)
76' Mads Borchers (Áki D. Samuelsen) 0-1
84' Áki D. Samuelsen (Mads Borchers) 0-2

EB/Streymur - Skála 4-1 (2-0)
4' Virgar Jónsson (Rógvi Egilstoft) 1-0
44' Mikkjal Hellisá (Gutti Dahl-Olsen) 2-0
58' Gutti Dahl-Olsen (Rógvi Egilstoft) 3-0
71' Karl Martin Johansen (br.) 3-1
81' Rógvi Egilstoft 4-1

B68 - NSÍ 2-1 (2-0)
10' Sebastian Lau Nielsen 1-0 
28' Jørgen Nielsen (Boubacar Dabo) 2-0
52' Steffan Abrahamsson Løkin 2-1

AB - 07 Vestur 1-2 (0-0)
51' Uros Stjojanov (Rasmus Knudsen) 0-1
68' Magnus Holm Jacobsen (Janus Svabo Samuelsen) 0-2
90 (+2)' Brian Jakobsen 1-2 (br.) 1-2 

Eftir dystirnar týskvøldið var lutakast um hvussu spælast skal í hálvfinalunum. Lutakastið fór fram í beinleiðis fótbóltssending á Televarpinum. Lutakastið háttaði seg soleiðis:

EB/Streymur - B68 
07 Vestur - HB

Hetta merkir millum annað, at vit fáa antin EB/Streym ella B68 í steypafinaluna. EB/Streymur var stórt steypalið fyrsta partin av øldini. Liðið var í sjey finalunum á rað (2007-2013), og vann fýra teirra.

B68 hevur ikki verið í steypafinaluni síðani 1995, og liðið av Toftum hevur ongantíð vunnið kappingina.

Tað hevur venjari teirra - Jákup á Borg - tó. Bæði hann og høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi hava leitt B36 til steypagull. Sigfríður Clementsen hevur eisini vunnið kappingina við Víkingi (tríggjar ferðir) og júst EB/Streymi (í 2008) .

Hin hálvfinaluuppgerðin er ikki eins spennandi á pappírinum. 07 Vestur spældi javnleik í fyrru hálvfinaluni móti KÍ í fjør og gjørdi stóran vørr á áskoðaraplássinum, men spuringurin er, hvussu nógv vágamenn fáa gjørt við HB yvir tveir dystir.

Liðið hjá Jákup Martini Joensen í øllum førum er stórfavorittur í kappingini eftir sigurin á B36 týskvøldið.

Fyrra hálvfinalan verður spæld 28. juni. Síðan skulu liðini bíða í heilar tríggjar mánaðir til aðru hálvfinalunar, sum verða spældar 27. september.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2023

55 Leygardagur 13. mai 2023

Hálvfinaluliðini funnin

Tað verða KÍ, Víkingur, B36 og NSÍ, sum skulu spæla hálvfinalurnar í steypakappingini fyri kvinnur

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

NSÍ gjørdist fjórða liðið, sum spældi seg í hálvfinalurnar í steypakappingini í fótbólti hjá kvinnum. Hetta gjørdist greitt mánakvøldið, tá kvinnurnar úr Runavík vunnu 4-0 á útivølli móti 07 Vestur. Í steðginum var annars málleyst, men í seinna hálvleiki setti NSÍ tingini upp á pláss.

Lena Olsen skoraði tvær ferðir, meðan Dania Olsen og Helga Mikkelsen gjørdu hvør sítt mál.

Lutakastið til hálvfinalurnar var í gjárkvøldið í Televarpinum. Raðfylgjan á seðlunum gav hesar hálvfinalurnar: 

KÍ - B36
NSÍ - Víkingur 

Hálvfinalurnar skulu spælast 11. juni og 27. august. Finalan verður leygardagin 7. oktober.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2023

56 Leygardagur 13. mai 2023

KÍ knógvaði ÍF eftir tógvið stríð

Innskifti Árni Frederiksberg skoraði einsamalla málið hjá føroyameistarunum á heimavølli móti uppflytarunum. KÍ slapp við skrekkinum móti stríðfúsa ÍF-liðnum, ið fekk mál kolldømt

Árni Frederiksberg kom inn tá ein tími var spældur, og hann smekkaði bóltin í ÍF-málið eitt korter seinni (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið í fjør var tað 0-0 í 83 minuttir, tá KÍ tók ímóti ÍF, sum tá spældi í 1. deild. Heimaliðið vann til endans, og tað gjørdi KÍ eisini leygardagin. Hesaferð vóru 75 minuttir farnir, áðrenn føroyameistararnir fingu hol á móti stríðsfúsu og vælskipaðu fuglfirðingunum. Tað endaði eisini viða heimasigri, men ÍF hevði eisini bóltin í málinum hjá KÍ.

Tað var liðið hjá Aleksandar Jovevic, sum var nærri við fyrstu løtuna. KÍ-málverjin, Markus Pettersen, náddi at jústa bóltin uppum, eftir at Elvio Gelmini royndi seg av miðjum vøll, eftir at heimaliðið hevði mist bóltin. KÍ vísti heldur nógv ósketni við bóltinum fyrsta hálva tíman ella so men fekk spælið meira at flóta betur so líðani. Liðið hjá Magna Hoseth burdi eisini verið á odda í steðginum: Einaferð bjargaði Elvio á strikuni, og Páll Klettskarð fekk ikki stýrt bóltinum, tá bólturin kom innfyri stutt frammanduna.

Tað var tó als ikki so, at stórfavorittarnir svumu í møguleikum, og spælið var ikki sannførandi. ÍF stóð ógvuliga væl ímóti, og serliga verjuavrikið hjá teimum í reyðum var gott, umframt at serliga Gundur Petersen helt væl fast í bóltinum og vann nøkur fríspørk og hornaspørk.

[object Object]
Liðformaðurin Karl Løkin var ein av sannførandi miðverjunum hjá ÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Gonzalo Zarete kundi verið hetjan hjá ÍF til endans - málið varð tó kolldømt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg og René Shaki Joensen byrjaðu á bonkinum hjá KÍ. Árni fór út tíðliga í seinna hálvleiki móti B36, men talan gjørdist ikki um álvarsaman vøddaskað, ið ótti var fyri. Shaki hevur verið skaddur seinastu vikurnar, men tá teir komu inn eftir ein tíma broyttist dysturin nakað. KÍ fekk skjótt nakrar vandamiklar støður, og tá eitt korter var eftir, bragdaði.

Mads Boe Mikkelsen var fluttur til plássið sum hangandi áleypari, tá omanfyrinevndu innskiftararnir komu á vøllin. Hesir stóðu fyri málinum: René fekk prikað bóltin til Mads, ið setti ferð á og fann Árna til høgru. 7'arin er mest kendur fyri sítt vinstra bein, men nú lá bólturin til høgra beinið, og 30-ára gamli maðurin úr Saltangará sveiggjaði høgra beinið. Bólturin fór framvið Tóra Traðará og uppundir nettakið - so kundi heimafjøldin loksins fegnast.

KÍ var tó framvegis kroyst, og ÍF hevði eisini bóltin í KÍ-málinum. Hetta var í 88. minutti. Karl Løkin sendi eitt fríspark væl innfyri úr vinstru, og umvegis okkurt og onkran - tað sá út til at vera vinstra beinið hjá innskifta Gonzalo Zarate hjá ÍF - fór bólturin í KÍ-málið. Zarete og hinir í reyðum vóru farnir í gongd at brøla, men so sást, at flaggið hjá hjálpardómaranum var uppi. 

ÍF kom ikki nærri einum máli - ístaðin kundi KÍ økt. Talan er beikst tap hjá uppflytarunum, ið góvu alt og gjørdu so nógv rætt í Klaksvík. KÍ tekur tey trý stigini, og leggur tey afturat teimum 21, ið vóru komin til høldar áðrenn. Næsta vikuskifti er oddabrak á skránni móti HB í Gundadali.

8. umfar í Betrideildini
Leygardagin 06. mai
KÍ - ÍF 1-0 (0-0)
76' Árni Frederiksberg (Mads Boe Mikkelsen) 1-0

Fríggjadagin 5. mai 

TB - B36 0-4 (0-2)
25' Jann Benjaminsen 0-1
38' Michal Przybylski (Taufee Skandari) 0-2
52' Benjamin Heinesen (Hannes Agnarsson) 0-3
89' Bjarki Nielsen 0-4

EB/Streymur - HB 0-3 (0-2)
6' Mikkel Dahl (Áki Samuelsen) 0-1
24' Matthias Præst Nielsen 0-2
73' Mikkel Dahl (Mads Borchers) 0-3

07 Vestur - Víkingur 1-2 (1-0)
40' Høgni Egilstoft Nielsen (Uros Stojanov) 1-0
67' Signar á Brúnni 1-1
69' Arnbjørn Svensson (Sølvi Vatnhamar) 1-2

B68 - AB 1-0 (1-0)
Ragnar Samuelsen (Sebastian Lau Nielsen) 1-0

Støðan í Betrideildini eftir 8 umfør
1. KÍ 24 stig
2. HB 20 stig 
3. B36 18 stig  
4. Víkingur 14 stig 
5. ÍF 9 stig
6. B68 9 stig 
7. 07 Vestur 7 stig
8. EB/Streymur 7 stig 
9. TB 5 stig 
10. AB 1 stig

9. umfar í Betrideildini:

Sunnudagin kl. 15: EB/Streymur - 07 Vestur
Sunnudagin kl. 15: HB - KÍ
Sunnudagin kl. 16: B68 - TB
Sunnudagin kl. 17.30: B36 - ÍF
Mánadagin kl. 19: Víkingur - AB



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2023

57 Leygardagur 13. mai 2023

Patrik og Meinhard hava báðir slitið krossbandið

Landssliðsspælararnir hava fingið tung boð í vikuni, og eru nú úti í upp til eitt heilt ár eftir knæskaða, sum teir hava fingið í landskappingardystum

Meinhard Egilsson Olsen meiddi sær knæið eftir nærdyst í dysti fyri Mjøndalen leygardagin
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er sera keðiligt fyri feløg teirra og føroyska A-landsliðið, men ikki minst fyri teir sjálvar. Patrik Johannesen og Meinhard Egilsson Olsen fóru báðir av vøllinum í dysti fyri lið teirra í síðstu viku, og í hesari vikuni eru teir kannaðir í ávíkavist Íslandi og Noregi, og hava fingið tey keðiligu boðini: Krossbandið í øðrum knænum er farið.

Talan er um ein teimum mest álvarsomu skaðunum í fótbólti. Frá tí skaðin hendir, eru 9 til 12 mánaðir, áðrenn spælarin kann spæla veruligar dystir aftur.

Patrik noyddist av vølli í fyrra hálvleiki í sigrinum á Stjarnuni fyri viku síðani. Tvøramaðurin fekk eitt slag inn á knæið, meðan beinið stóð fast á vøllinum. Fyrstu kanningarnar bendu ikki á, at tað var krossbandi ella liðbandi, tað var galið við, men møguliga meniskurin – ein MR skanning týsdagin vístu tó, at talan var um slitið krossband.

Breiðablik keypti Patrik Johannesen í vetur. 27-ára gamli áleyparin hevur fingið nøkur mál og upplegg fyrstu tíðina. Breiðablik skal spæla Champions League í summar – føroyingurin, sum hevði fingið størri leiklut á landsliðnum, hevur eisini sáttmála við íslendsku meistararnar næsta ár.

[object Object]
Patrik Johannesen tók eitt stig upp við skiftinum til Breiðablik. Hann fekk eisini fasta spælatíð fram til skaðan, ið nú er eitt fet aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Meinhard Egilsson Olsen skrivar á Facebook-síðu sínari, at árið í fjør var gott, men at 2023 hevur verið alt annað, enn tað hann ímyndaði sær sum fótbóltsspælari. Landsliðsspælarin var nógv úti í uppstartinum, og nú hevur hann eisini fingið álvarsaman knæskaða.

27-ára gamli vongurin fór út við skaða longu eftir tíggju minuttir í dystinum hjá Mjøndalen í næstbestu norsku deildini leygardagin. Talan var um ein nærdyst, har Meinhard fekk eitt skump. Tað sá ikki so gott út, og eftir skanning í vikuni er greitt, hvat nú skal til.

- Krossbandið er slitið og eg má undir skurð(...) Nú bíðar ein strævin, men eisini mennandi tíð við nógvari og drúgvari uppvenjing. Samtundis veit eg, at hesin skaðin gevur mær stundir til at raðfesta onnur fólk og ymisk viðurskifti, skrivar hann á Facebook.

Meinhard hevur funnið støðufesti sum yrkisspælari í Noregi. Hann hevur eisini havt fast pláss í byrjanaruppstillingini á A-landsliðnum í yvir eitt ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2023

58 Leygardagur 13. mai 2023

U17: Nøgdir við avrikið, men ikki við úrslitini

Tað endaði við trimum teprum ósigrum hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, sum í farnu viku luttók í Uefa menningarkapping í Albania

Hesir byrjaðu móti Albania (Mynd: Fróði Clementsen/FSF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– Vit eru sjálvandi ikki nøgdir við úrslitini, tí vit ætlaðu okkum at vinna. Men samanumtikið eri eg væl nøgdur við avrikið hjá spælarunum, og vónandi hava teir tikið okkurt við sær í persónligu menningini.

Tað sigur Fróði Benjaminsen, ið stendur á odda fyri U17-landsliðnum við dreingjum, sum herfyri tók lut í Uefa menningarkapping í Albania.

Umframt Føroyar og Albania, vóru Moldova og Aserbadjan eisini við í kappingini, sum endaði sunnudagin.

Føroyska liðið kom annars væl frá byrjan, og eftir fyrra hálvleik í fyrsta dystinum, sum var ímóti Aserbadjan, vóru Føroyar á odda 2-0. Málskjúttar vóru Bogi á Reynatrøð og Aron Benjaminsen.

Men eftir steðgin sótu aserbadjanar á tí allar mesta, og serliga síðstu tíggju minuttirnar skrædnaði. Úrslitið gjørdist 4-2 til Aserbadjan.

Ímóti Moldova vóru okkara dreingir eisini væl við allan dystin, men tá dómarin floytaði av, stóð 3-1 til Moldova á máltalvuni. Føroyska málið gjørdi Sjúrður Henriksen, tá hann tíðliga í seinna hálvleiki minkaði um munin til 2-1.

Síðsti dysturin í kappingini, sum var ímóti Albania líktist nógv hinum báðum. Føroyska liðið var væl við, men í avgerandi løtum vóru okkara ikki nóg neyvir, og enn einaferð stóðu vit eftir við ongum.

Tá tíggju minuttir vóru eftir at spæla fingu Føroyar brotsspark, sum liðskiparin, Aron Benjaminsen setti trygt í netið. Men nærri komu okkara ikki, og dysturin endaði 3-1 til Albania.

– Um vit síggja burtur frá úrslitunum, so er allíkavæl heilt sikkurt nógv, ið vit allir hava lært, og sum vit kunnu taka við okkum til komandi uppgávur, sum vera í august og í november, sigur Fróði Benjaminsen.

Í august skal føroyska U17-landsliðið við dreingjum til NM í Finnlandi, og í november er EM-undankapping í Kroatia á skránni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2023

59 Leygardagur 13. mai 2023

Hesar 14 skulu spæla Silver League í mai og juni

Talan er um kapping fyri nøkur lond, sum eru í lægra enda á evropeiska styrkislistanum. Liðið spælir tríggjar dystir í Føroyum um mánaðarskifti mai-juni

Hópurin hevur eina blanding av spælarum, sum eru heilt royndir og so yngri spælarar. Øll feløg í bestu deildini eru umboðað - eingin útiseti er við til hesa kappingina (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í mai og juni hava føroysku flogbóltslandsliðini spennandi uppgávur á skránni. A-landsliðini luttaka á fyrsta sinni í Silver League kappingini hjá CEV.

Hetta skrivar Flogbóltssamband Føroya, sum samstundis kunnger, at kvinnulandsliðið nú er úttikið.

Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Christian Imhoff, og hjálparvenjarin, Annika á Stongum, hava nú úttikið leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í Silver League kappingini.

Talan er um ein hóp, har øll feløgini í Føroya Tele-deildini eru umboðaði, har tað bæði eru royndar og heilt ungar við.

Jóhanna Christiansdóttir, TB
Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur
Annika Niclassen, Dráttur
Tórfríð Tavsen, Dráttur
Sofía Purkhús Splidt, Ternan
Birgit Guttesen, Ternan
Amanda Niclassen, Mjølnir
Anna Arnhóldsdóttir, Mjølnir
Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir
Tóta Búadóttir, Fleyr
Óluva Mohr, Fleyr
Guðrun L. Joensen, KÍF
Jakobina Joensen, KÍF
Sofía Weihe Simonsen, SÍ

Føroysku kvinnurnar eru komnar í bólk saman við Portugal, Montenegro og Georgia. Liðini spæla heimadyst og útidyst móti hvørjum øðrum, og føroyska liðið leggur fyri við trimum heimadystum í høllini á Hálsi.

Í Silver League eru lond, sum ikki hoyra til oddin í evropeiskum flogbólti.

Montenegro og Portugal liggja sum ávíkavist nummar 27 og 28 á styrkislistanum fyri kvinnulandslið hjá CEV. Føroyar eru styrkismettar nummar 35 - hetta er eitt pláss frammanfyri Georgia, ið harvið helst er liðið, sum okkara hava best møguleika ímóti.

Samanlagt er tað harvið talan um dystir, har tað kann blíva heilt spennandi, men verður tað helst trupult móti Montenegro og Portugal - helst á útivølli.

Dystarskráin: 
27. mai: Føroyar - Montenegro
31. mai: Føroyar - Georgia
4. juni:  Føroyar - Portugal

11. juni: Portugal - Føroyar
14. juni: Georgia - Føroyar
16. juni: Montenegro - Føroyar

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2023

60 Leygardagur 13. mai 2023

Ársins flogbóltsleikarar – mesti heiðurin fór til føroyameistararnar

Flogbóltssambandið heiðraði teir bestu spælararnar í føroysku landskappingini leygardagin

Besti mannligi leikari í føroysku landskappingini: Christian Imhoff hjá Mjølni (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Innsent

Seinasta leygardag vórðu ársins leikar í flogbólti kosnir, har helvtin av teimum 12 virðislønunum fór til útlendsku leikararnar, og 8 fóru til føroyameistaraliðini, Mjølnir hjá monnum og SÍ hjá kvinnum.

Heitið ársins leikari fór til argentinska leikandi venjaran hjá Mjølni, Cristian Imhoff, sum eisini varð kosin ársins álopsleikari. Hjá SÍ gjørdi ukrainska Svetlana Shvanskaya honum kynstrið eftir og varð kosin ársins leikari og ársins álopsleikari.

Menninir hjá Mjølni áttu eisini ársins blokkleikara í 205 sentimetrar langa Jóhan Arna Elisson Wang, sum valla kemst uttanum – ella uppum – tá tann virðislønin skal handast, og ársins stjørnuskot eiga klaksvíkingar eisini í 19 ára gamla Ólavi Johannesen, sum veruliga hevur bitið seg fastan á liðið.  

Kvinnurnar hjá SÍ fingu fingu eisini tvær virðislønir aftrat. 20 ára gamla Janna Falkvard, sum í 2019 varð kosin ársins stjørnuskot, vann hesaferð heiðurin sum ársins hevari fyri meistarliga spælið á sínum plássi hetta kappingarárið.

Og nógv stjørnuskot eru skapt á talentfabrikkini  hjá Rajko Petrovic í Sørvági. Eitt av teimum er 17 ára gamla Sofía Weihe Simonsen, sum vann júst tann heiðurin hesa ferð: Ársins stjørnuskot.

Eitt annað talent har vesturi frá er 17 ára gamli Silas Poulsen, sum varð valdur til besta verjuleikara. Lærumeistarin, Rajko, var sjálvur valdur til ársins venjara hjá monnum. Rajko boðaði fyri kortum frá, at hann gavst sum venjari hjá SÍ eftir eini 20 ár og 202 finalur og fer at royna seg sum venjara í Serbia.   

Heitið ársins venjari hjá kvinnum fór til Ragnar í Haraldstovu, sum við kønari hond hevur stýrt kvinnunum hjá Mjølni til eitt fjórðapláss. Serliga væl gekk eftir nýggjár, og liðið vann sjey av teimum seinastu átta landskappingardystunum.

Einasti føroyski leikarin, sum ikki spældi við einum føroyameistaraliði, sum vann heiðursløn, var Jakobina Joensen úr KÍF. Jakobina varð kosin ársins verjuleikari.

Aftrat hesum fekk argentiski úrmælingurin hjá TB-kvinnum, Ariana Pereya Gonzalez, heitið sum besti blokkleikari, og ukrainski hevarin í ÍF, Oleksandr Dmytriiev, varð kosin ársins hevari hjá monnum.

Heitið ársins dómari fekk Sune Juul Pedersen. 

Tað eru venjarar og liðskiparar á liðunum í Føroya Tele-deildunum , sum atkvøða til hesar útnevningarnar.

Allur listin við Ársins leikarum var hesin:

Ársins leikari, kvinnur:
Svetlana Shvanskaya – SÍ 

Ársins leikari, menn:
Cristian Imhoff – Mjølnir 

Ársins álopsleikari, kvinnur:
Svetlana Shvanskaya – SÍ  

Ársins álopsleikari – menn:
Cristian Imhoff – Mjølnir 

Ársins blokkleikari, kvinnur:
Ariana Pereya Gonzalez – TB  

Ársins blokkleikari, menn:
Jóhan Arni Elisson Wang – Mjølnir          

Ársins hevari, kvinnur:
Janna Falkvard – SÍ  

Ársins hevari, menn:
Oleksandr Dmytriiev - ÍF  

Ársins verjuleikari, kvinnur:
Jakobina Joensen – KÍF  

Ársins verjuleikari, menn:
Silas Poulsen – SÍ            

Ársins stjørnuskot, kvinnur:
Sofía Weihe Simonsen – SÍ   

Ársins stjørnuskot, menn:
Ólavur Johannesen – Mjølnir  

Ársins venjari hjá kvinnum:
Ragnar í Haraldstovu – Mjølnir 

Ársins venjari hjá monnum:
Rajko Petrovic – SÍ 

Ársins lið
Fyri fyrstu ferð var eisini Ársins lið valt. Tað eru venjararnir í Føroya Tele-deildunum, sum velja.

Ársins lið hjá kvinnum:
Kantar: Svetlana Shvanskaya (SÍ) og Birgit Guttesen (Ternan) 
Miðleikarar: Ariana Pereyra Gonzalez (TB) og Sara Hasku (SÍ) 
Hevari: Janna Falkvard (SÍ) 
Diagnonalur: Sofía Weihe Simonsen (SÍ) 
Libero: Jakobina Joensen (KÍF)

Ársins lið hjá monnum:
Kantar: Bjarni Joensen (SÍ) og Mileta Vesovic (SÍ) 
Miðleikarar: Jóhan Arni Elisson Wang (Mjølnir) og Tóki í Haraldstovu (SÍ) 
Hevari: Oleksandr Dmytriiev (ÍF) 
Diagonalur: Cristian Imhoff (Mjølnir) 
Libero: Silas Poulsen ( SÍ)

Gullnál frá ÍSF
Á hátíðarhaldinum, sum var hildið í hølunum hjá Føroya Tele, fekk Magnus Tausen, fyrrverandi formaður, serligan heiður frá Flogbóltssambandinum fyri drúgva og trúgva tænastu sum formaður í eini 20 ár.  

Og Niclas Joensen, sum hevur sitið í nevndini í Flogbóltssambandinum í eini 40 ár, fekk gullnál frá Ítróttasambandi Føroya fyri sítt virki flogbóltinum at frama – og ítrótt sum heild.   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2023

61 Leygardagur 13. mai 2023

Sarah Mahfoud aftur í ringin

26. mai skal hon royna seg ímóti italsku Veronica Tosi, eisini rópt "slaktarin"

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrrverandi heimsmeistarin í nevaleiki, Sarah Mahfoud, fer fríggjadagin 26. mai aftur í boksiringin, og mótstøðukvinnan er ein sum hevur fingið eyknevni "Slaktarin".

Tað verður í dysti til Danish Fight Night í Royal Arena.

Mótstøðukvinnan Veronica Tosi (Slaktarin) verður lýst sum fysisk sterk og ágangandi. Hon er úr Italia, og fyriskipararnir vænta ein nógv harðari dyst fyri Sarah Mahfoud enn undanfarni dysturin, sum var í mars.

Dysturin í marsmánað ímóti týsku Lara Ochmann, sum Sarah Mahfoud vann, var hin fyrsti síðani HM-dystin móti Amanda Serrano í september 2022, sum endaði við einum tapi.

Hagtølini hjá hálva vestmenninginum eru annars góð, tí av 13 dystunum sum yrkisboksari, hevur Sarah Mahfoud bert tapt ein.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2023

62 Leygardagur 13. mai 2023

Áki Joensen tvey heiðursmerkir í NM í boccia

Farna vikuskiftið luttóku fýra føroyskir íðkarar á bocciastevnu í Vejen í Danmark, har kappast var um noðurlandameistaraheitið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Farna vikuskiftið luttóku fýra føroyskir íðkarar á bocciastevnu í Danmark, har kappast var um noðurlandameistaraheitið. 

Stevnan var hildin í Vejen Sportcenter. 108 luttakarar vóru meldaðir til kappingina hesuferð.

Føroysku íðkararnir kappaðust í tveimum flokkum.

Í flokki 4, sum er flokkur fyri fólk við minni virkistarni, vóru tað Meiken Salberg Olsen, Unn Mortensen og Mirjam Hansen ið kappaðust í lið og einstaklingakapping. Í flokki 1, sum er fyri fólk ið sita í koyristóli og sum spæla við rampu, luttók Áki Joensen.

Umframt at kappast í einstaklingakappingini luttók Áki eisini í blandaðari liðkapping saman við einum íslendingi og einum dana.

Byrjað var fríggjadagin við liðkappingini. Har gekk ikki so væl hjá kvinnunum. Tær taptu allar sínar dystir, men megnaðu hóast hetta at geva serliga finnum mótstøðu, og vóru eisini frammanfyri miðskeiðis í dystinum.  Hjá Áka og liðfeløgunum gekk framúr væl. Tey vunnu allar sínar dystir og gjørdust harvið norðurlendskir meistarar fyri lið.

Leygardagin vóru einstaklingakappingarnar, og gekk nakað frægari hjá kvinnunum, hóðast tær eisini har taptu allar sínar dystir. Í fleiri av dystunum góvu tær mótstøðuni, skarpan gang.

Eisini gekk væl hjá Áka. Innleiðandi spældi hann sera væl og vann seg víðari í hálvfinaluna, har hann tapti ímóti svianum Sebastian Högrell.

Endaliga úrslitið í flokki 4 var at Sebastian endaði á 1. plássi, normaðurin Per Kristian Thorsrud var nr. 2, ímeðan Áki vann ein sera spennandi bronsudyst ímóti Taniju frá Danmark, og er harvið triðbesti boccialeikari í norðurlondum.

Tíðindaskriv frá Parasport Føroyar


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2023

63 Leygardagur 13. mai 2023

Næstan 2.000 næmingar luttóku á Skúlaleikum í ár

Skúlaleika-flokkarnir í ár komu frá Kollafjarðar skúla, Sands skúla og Løgmannabreyt

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin var endabrestur á ársins Skúlaleikum, tá 15 flokkar hittust til endabrakið á Hálsi í Havn. Seks ítróttagreinar vóru á skrá: Frælsar ítróttir, flogbóltur, badminton, inniróður, kurvabóltur og rørslumegi.

Næstan 2.000 næmingar úr 4., 5. og 6. flokkum kring alt landið hava tikið lut í Skúlaleikum hetta skúlaárið.

- Hetta hevur verið heilt fantastiskt at verið við til – bæði hjá okkum í ÍSF, hjá ítróttalærarunum, sum fáa íblástur og nýggjar tankar um lærugreinina ítrótt – og ikki minst hjá børnunum, sum hava smílst frá oyra til oyra undir stevnunum”, sigur forsetin í ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen.

Dagurin gjørdist góður og stuttligur. Hvør flokkur meira eldhugaður enn annar – bæði næmingar og lærarar – og eftir 13 undanstevnur vita ítróttagreinarnar júst, hvussu tær skipa ein góðan stevnudag. Alt hetta ger tað lætt og stuttligt hjá ÍSF at skipa fyri einum so stórum skúlaátaki.

Tá alt kom til alt, var tað næstan ikki gjørligt at taka dagar ímillum flokkarnar, og tí var spenningur stórur, tá ársins Skúlaleika-flokkar endiligu vórðu kosnir.

[object Object]

Ársins Skúlaleika-flokkar 2023 gjørdust:

  1. flokkur úr Kollafjarðar Skúla
  2. flokkur úr Sands Skúla
  3. flokkur úr Skúlanum við Løgmannabreyt

- Vit vita, at nógv børn og ung røra seg ov lítið. Vit vita, at nógv halda tað sosiala vera trupult. At nógv teirra eru einsamøll handan hvør sín skíggja. Skúlaleikir snúgva seg um felagsskap og um rørslu. Um at taka nøkur element úr kendum ítróttagreinum – og tillaga tað, so øll kunnu vera við, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

Eftir stevnuna hittust umboð frá ítróttagreinunum saman við samstarvspørtunum, og her kom fram, at tað eru fleiri børn, sum hava valt at royna seg í ymsu greinunum uttan fyri skúlatíð. Hetta er gleðiligt. Stóru smílini ígjøgnum dagin geva okkum eisini avgjørt kensluna av, at næmingarnir fáa ein góða uppliving saman sum flokkur.

[object Object]

Skúlaleikir verða aftur á skrá komandi skúlaár, og longu frá 1. juni kunnu ítróttalærarar tekna seg til skeið.

ÍSF ynskir at menna Skúlaleikir og bjóða Skúlaleikir til fleiri floksstig. Ynskiligt er at menna eitt tilboð til næmingar í innskúlingini og eitt til útskúlingina, og hetta vóna vit, at vit saman við góðu samstarvspørtunum kunnu arbeiða fram ímóti næstu árini.

Samstarvspartarnir eru: Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Kommunufelagið, Fólkaheilsustýrið og Fróðskaparsetur Føroya. Betri stuðlar Skúlaleikum.

Tíðindaskriv frá Ítróttasambandi Føroya 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2023