Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 27. mai 2023 | Nr. 21 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Nýtt hotell í Klaksvík liðugt í 2025

SíÐa 2

1 Leygardagur 27. mai 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Forðandi kvinnurenning

Ein kelda til mikla øsing og forargilsi í høvuðsstaðnum – sum oftast um sumrarnar – er, tá stórur partur av vegakervinum verður stongdur orsaka av størri ítróttatiltøkum, sum krevja, at koyribreytirnar í býnum verða inndrignar í tiltakið.

Eitt slíkt tiltak var farna vikuskiftið, tá ein privatur miðil skipaði fyri renni- og gongutiltaki, bert ætlað øðrum kyninum.

Fyrireikarin skal eiga rós fyri, at tað er eydnast fyritøkuni at fáa kommunalu myndugleikarnar til at steingja sjálva innkoyringina til høvuðsstaðin av, tí at nakrar kvinnur skuldu renna um kapp, og nakrar aðrar smárenna ella ganga leiðina aftaná við ella uttan barnavogn fyri at bøta um vælveru teirra.

Slík tiltøk eru kærkomin, umenn tað er óskiljandi at tað verður accepterað, at skipa fyri so umfatandi tiltøkum, har annað kynið ikki hevur atgongd.

Tað sum hendi leygardagin var, at Hvítanesvegurin oman til Hoydalar var stongdur fyri ferðslu, tí rennararnir skuldu krossa vegin oman fyri gamla studentaskúlan, og samstundis allur Eystari ringvegur, vegurin Yviri við Strond og Havnargøta og Áarvegur niðan á Vaglið, har rennararnir komu á mál.

Hetta elvdi til ferðsluruðuleika í høvuðsstaðnum henda leygardag seinnapart, tá skilið á ferðsluni annars ikki er so strongt, sum tað er vanliga arbeiðsdagar. Fólk stóðu spyrjandi og undraðust yvir, hví tey ikki sluppu ígjøgnum, og hví tað skuldi taka ein heilan tíma at koma í bili úr Hoyvík og oman Havnina.

Hetta var sjálvandi tí, at fyrireikarin hevði fingið loyvi til tess frá kommunalu myndugleikunum.

Tað er sín søk. Men hvussu forklárar tú fremmandum ferðafólkum, sum júst eru komin við flogfarinum og hava tikið Bygdaleiðina til Havnar, at tey verða tveitt úr bussinum oman fyri Hvítanes?

Tað var tað, sum hendi leygardagin. Her er okkurt spinnandi galið við samskipanini. Sjálvandi eigur Strandferðslan at vita, at Bussleiðin ikki sleppur til Havnar henda dagin við sínum ferðafólkum, og tí eigur at leita sær alternativar leiðir ella – sum tað allar minsta – at kunna ferðafólkini um hetta áðrenn fráferð. Hetta líkist snøgt sagt ongum.

Vit halda, at til stór tiltøk, eitt nú Tórshavn Marathon, sum er ein altjóða hending við rættiliga stórum týdningi fyri ferðamannavinnuna, kann tað góðtakast at steingja høvuðsstaðin og høvuðsinnkoyringina av í nakrar tímar eitt vikuskifti.

Men til eina motiónsrenning, sum enntá er kynsavmarkað, og fyriskipað av einari privatari lýsingafyritøku, tá er spurningurin um týdningurin er so stórur, at tað loyvir at steingja innkomuvegir av og elva til kaos í høvuðsstaðnum.

Spurningarnir eru: Hví skal rennast eftir høvuðsinnkomuvegi? Hví skal økið strekkjast yvir so stóran part av býnum? Hví skal tað vera í miðbýnum? Hví í Havn yvirhøvur? 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 5781

    Lisnar síður: 15899

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 27. mai 2023

Nýtt hotell í Klaksvík liðugt í 2025

Býráðið samtykti hóskvøldið at geva byggiloyvi til hotel á Biskupstorgi

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á býráðsfundi hósdagin tók eitt samt býráð undir við, at geva hotel verkætlanini í miðbýnum princippielt byggiloyvi. Fyrireikingar eru longu í gongd og eru arbeiðsskúrar settir upp á útfyllingini. Tað er felagið Sp/f 31. oktobur 2022 sum letur hotellið byggja.

[object Object](Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Talan er um eina spennandi og slóðbrótandi verkætlan, sum fer at menna býin og geva nýggjar ferðavinnumøguleikar í Norðoyggjum. Eigararnir av hotell felagnum meta, at stóra verkætlanin við 81 kømrum, matstovu, ráðstevnuhølum og vælveruøki, fer at standa liðugt í 2025. Ætlanin er, at hotellið skal knýtast í sjóhitaskipanina hjá kommununi.

[object Object](Mynd: Klaksvíkar kommuna)

[object Object](Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Fyri tíð síðan varð fyri eini arkitektakapping fyri hotell verkætlanina útskrivað, og átti teknistovan hjá Henning Larsen, sum eisini eigur uppskotið til miðbýarætlanina, besta uppskotið.

[object Object](Mynd: Klaksvíkar kommuna)

[object Object](Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Byggiverkætlanin er ein privata verkætlan, sum kommunan ikki er partur av. Einasta fíggjarliga avleiðingin av býráðssamtyktini, at kommunan ber kostnaðin av at gera lendið byggiklárt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2023

3 Leygardagur 27. mai 2023

Funnu útvið 10 kilo av hassji í persónbili í Havn

Eitt átak hjá løgregluni og Taks førdi í mikukvøldið til, at 10 kilo av hassji vóru funnin. Trý fólk eru handtikin í málinum

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eitt felags átak hjá Føroya Politi og TAKS førdi mikukvøldið til, at funnin vóru knappliga 10 kg av hashi í einum persónbili í Havn

Fólkini, ein maður og ein kvinna, sum vóru í bilinum, vóru handtikin. Handtøkan førdi við sær, at ein maður afturat varð handtikin umborð á einum skipi, sum stutt frammanundan var komið til Føroya úr útlondum.

Øll trý fólkini vóru av ákæruvaldinum framstillað í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti seinnapartin hósdagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2023

4 Leygardagur 27. mai 2023

Bátastevna í Vestmanna 2023

Bátastevna var í Vestmanna síðsta vikuskiftið. Stór luttøka var hóast heldur vátt í veðrinum

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sí fleiri myndir

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2023

5

Størv

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024
6 Leygardagur 27. mai 2023

Tvífalda fráferðirnar til Berlin í januar 2024

- Áhugin fyri at sleppa til Berlin at stuðla føroyska hondbóltslandsliðnum hjá monnum til EM-endaspælið er so mikið stórur, at vit hava valt at tvífalda talið á flogferðum beinleiðis til Berlin í januar 2024, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sum áður kunngjørt fer Atlantic Airways at flúgva beinleiðis til Berlin í sambandi við, at føroyska A-landsliðið hjá monnum í hondbólti skal luttaka í EM-endaspælinum í januar 2024.

Fyri stuttum varð boðað frá, at Atlantic Airways fer at senda trý flogfør til Berlin. Men hetta talið er nú tvífaldað.

- Áhugin fyri at sleppa til Berlin at stuðla føroyska hondbóltslandsliðnum hjá monnum til EM-endaspælið er so mikið stórur, at vit hava valt at tvífalda talið á flogferðum beinleiðis til Berlin í januar 2024, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
- Tað merkir, at vit fara at hava sløk 900 setur til taks á seks ymiskum fráferðum í døgunum uppundir dystirnar hjá Føroyum, og tá ferðaseðlarnir eru settir til sølu í komandi viku, eftirmeta vit sjálvandi eftirspurningin so hvørt.

Fyrsta flogferðin beinleiðis úr Vágum til Berlin verður 9. januar 2024, tá føroysku landsliðsspælararnir eftir ætlan eisini fara avstað. Síðani verður flogið tríggjar ferðir 10. januar og tvær ferðir 11. januar 2024. 11. januar verður flogið soleiðis, at tey, ið fara avstað hendan dagin, sjálvandi eisini náa til dystin móti Slovenia sama kvøld kl. 18.00.

Heimferðirnar til Føroya verða 16. januar 2024.

Prísurin fyri at flúgva beinleiðis til Berlin verður úr 3.595 kr. aftur og fram, og sølan byrjar týsdagin 30. mai 2023 kl. 13.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2023

7 Leygardagur 27. mai 2023

Skeytini um Frælsið og Hoydalar undirskrivað í dag

Landið yvirtekur partin hjá kommununi í skúlabygningunum á Frælsinum, og treytað skeyti um at kommunan yvirtekur partar av Hoydølum, sum er Grái skúlabygningurin og lonirnar

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, undirskrivaðu í hósdagin skeyti um at landið yvirtekur partin hjá kommununi í skúlabygningunum á Frælsinum, og treytað skeyti um at kommunan yvirtekur partar av Hoydølum, sum er Grái skúlabygningurin og lonirnar.

Á Frælsinum skal landið byggja nýtt Kampus til Fróðskaparsetur Føroya. Talan er um eina verkætlan, har lagt verður upp til at byggja umleið 3 bygningar á umleið. 20.000 m2 til samans og at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum, ið verða partur av Kampus.

Tá øll verkætlanin er liðug, er ætlanin at alt Fróðskaparsetrið skal verða samlað úti á Frælsinum og Debesartrøð. Við hesum hevur landsstýrið tryggjað sær at kunna byggja kampus á Frælsinum, og hetta fegnast Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður um.

Avtalan um Hoydalar er treytað av, at øll formlig viðurskifti eru komin upp á pláss viðvíkjandi matrikulering v.m. Yvirtøkudagurin er tí avtalaður at verða tann dagur, tá ið endaliga skeytið er undirritað av pørtunum.

Kommunan tryggjar sær tó brúksrætt til ognirnar beinanvegin og kann fara undir at fyrireika, hvat virksemið skal verða uppi í Hoydølum. Í avtaluni er ásett, at ognirnar einans mugu nýtast til almannagagnligt virksemi hjá Tórshavnar kommunu, og at einki nýtt virksemi má fara fram á ognini, tað verið seg nýbygging ella annað arbeiðið, ið ger inntriv í lendið, vøkstur ella náttúruna í økinum annars, uttan við skrivligum loyvi frá Føroya Landsstýri.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnast um, at avtalan um Hoydalar loksins er komin undir land. Øll eru glað fyri Hoydalar og hetta fer kommunan at taka væl hond um, sigur borgarstjórin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2023

8 Leygardagur 27. mai 2023

Fáa nýggjar myntir

Myntirnar hava eina dagførda mynd av Margretu drotning

(Mynd: Danski tjóðbankin)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í gjár komu nýggjar 10- og 20-krónumyntir afturat teimum, sum longu eru í umferð, boðar danski tjóðbankin frá sambært donskum miðlum.

Tað er siðvenja, at myntirnar við hægsta virðinum, hava eina andlitsmynd av regentinum, og myndin verður skift út av og á. Áður eru tríggjar ymiskar myndir av drotningini brúktar. Myndin varð seinast broytt í 2011.

Á nýggju myntunum er ein nýggj andlitsmynd av Margretu drotning, sum Eva Hjort, myndahøggari hevur gjørt. Myndin skal vísa royndirnar, myndugleikan og aldurin á drotningini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2023

9 Leygardagur 27. mai 2023

Tórfinnur hevur fleiri filmsætlanir í gongd

Umframt framhald av Trom, verður arbeitt við tveimum filmum og trimum øðrum røðum, skrivar altjóða filmsmiðil

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Maðurin handan føroysku sjónvarpsrøðina Trom, Torfinnur Jákupsson úr Gøtu, arbeiðir framvegis íðin fyri at seta Føroyar á heimskortið, tá tað snýr seg um framleiðslu av filmum og sjónvarpsrøðum.

Hetta avdúkar hann í samrøðu við amerikanska miðilin deadline.com.

Torfinnur Jákupsson hevur við felagi sínum, Gró Studios, fleiri ætlanir í gongd, bæði í Føroyum, Bretlandi og USA, sum møguliga kunnu føra til størri filmframleiðslur.

Áhugi fyri Føroyum

Tað, at Føroyar hava givið bakgrundsmyndir til tvær stórar framleiðslur í seinastuni – James Bond-filmin “No Time to Die” og Disney+ framleiðsluna “Peter Pan & Wendy” hevur, saman við betraðu skattaafturberingini, hjálpt til við at gera Føroyar áhugaverdar fyri filmsframleiðarar, skrivar deadline.com.

- Fólk vísa seg alt meira áhugað í at hava Føroyar við í framleiðslunum, fái eg at vita frá fólki, sum eg tosi við til marknaðir og festivalar. Trom hevur givið okkum góða eksponering. Vit eru framvegis ein nýggjur og lítil marknaður, men hann veksur skjótt, og vit hava nógv talent í vinnuni, sigur Torfinnur Jákupsson í smrøðuni við deadline.com. Miðilin, sum einamest viðgerð film og sjónvarpsframleiðslur, gjørdi samrøðu við føroyska filmsrithøvundin og -framleiðaran undan Cannes filmsfestivalinum.

Tað eru ikki einans føroyskar verkætlanir, sum Torfinnur og Gró Studios arbeiða við. Hann arbeiðir eisini við einum amerikansk/bretskum krimidrama um ein falsara í Liverpool, bygt á arbeiðið hjá einum amerikanskum rithøvunda. Hóast amerikanski marknaðurin stendur í stað í løtuni vegna rithøvundaverkfall, so arbeiðir Torfinnur Jákupsson íðin við at finna fólk og íleggjar í Bretlandi, sum kunnu vera við í hesi ætlanini.

Harafturat eru hugskot um tvær søgur við altjóða sniði, sum ganga fyri seg í Føroyum. Onnurn er rótfest í tí veruleikanum, at Føroyar geopolitiskt kunnu gerast ein avgerandi partur í at tryggja stabilitetin í Norðuratlantshavi og Arktis. Hin er eitt sokallað juridiskt drama um fíggjarligt skrædl, hópfráflyting og loysing frá danska ríkinum (helst bygt upp á skaldsøguna “Vit, Føroya fólk” hjá Bjørk Mariu Kunoy, -red.)

Ein western og Trom II

Harafturat kemur ætlan um tveir spælifilmar. Ein sokallaður neo-western, sum gongur fyri seg í Føroyum og ein spenningsfilmur, sum gongur fyri seg í Danmark.

Sambært Torfinni Jákupssyni er ymist, hvussu langt hesar verkætlanirnar eru komnar, tá tað snýr seg um at finna fram til fígging og annað, ið krevst fyri at kunna fara í gongd.

Endiliga er tað so annað umfar av røðini Trom um Hannis Martinsson og hansara upplivingar, ið byggja á skaldsøgurnar hjá Jógvani Isaksen. Hesar ætlanirnar hava verið nakað raktar av ósemju millum donsk fakfeløg innan filmsídnaðin og stoymingartænasturnar.

Deadline.com gav annars Trom góð viðmæli í fjør, og hevði hevði sendirøðina Trom sum eina av sjey “Global Dramas to Watsh” í 2022.  

Vónirnar hjá føroyska filmsíverksetanum er, at kunna hava tríggjar til fimm filmsframleiðslur í gongd árliga í framtíðini. Fyrimyndirnar eru Írland og Ísland, sum hava vaksið seg stór, tá tað kemur til filmsframleiðslur.

Les greinina á deadline.com 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2023

10 Leygardagur 27. mai 2023

Lene Moyell Johansen heldur fram sum ríkisumboð

Hon hevur verið ríkisumboð seinastu seks árini

Lene Moyell Johansen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Lene Moyell Johansen heldur fram í starvinum sum ríkisumboð í Føroyum. Hesum boðar forsætisráðið frá í tíðindaskrivi.

Hon hevur seinastu 15 árini arbeitt hjá danska ríkisumboðnum í Føroyum, og seinastu seks árini sum ríkisumboð.

Lene Moyell Johansen er útbúgvin løgfrøðingur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2023

11 Leygardagur 27. mai 2023

Minur ligið á Lambavík síðan kríggið

Eru nú loystar og sprongdar

(Mynd: Søværnet)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eitt kavaralið frá donsku sjóverjuni hevur verið á Lambavík eftir trimum minum frá øðrum heimsbardaga.

Talan var um gamlar bretskar MK 16 minur festar á botn. 227 kilo av spreingievni vóru í einu minuni og 145 kilo í hinum báðum, skrivar sjóverjan í fráboðan.

Liðið frá Søværnets Dykkertjeneste loysti minurnar og sleipaði tær 8,4 kilometrar burtur til eina tryggja leið, har møguleiki var til at spreingja tær.

Minuserfrøðingarnir komu frá vaktarskipinum Hvidbjørnen.

[object Object](Mynd: Søværnet)

[object Object](Mynd: Søværnet)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2023

12 Leygardagur 27. mai 2023

Aftur nógvar bøtur skrivaðar á Sundsvegnum

Forboðsskeltini á Sundsvegnum í Havn verða ikki vird, og týsdagin vóru fleiri bilførarar sum mugu punga út. Løgreglan fer eisini í dag at fylgja við um fólk virða skeltingina

Tað er her á Sundsvegnum at forboðsskeltir eru sett upp. Bara bussleiðin sleppur at koyra
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bilførarar virða ikki skeltingina niðast á Sundsvegnum í Havn, og koyra framvið forboðsskeltunum.

Løgreglan stóð mánadagin eina løtu har á middegi, og skrásetti 12 bilar sum ikki aktaðu. Týsdagin vóru 10 bilførarar sum ikki aktaðu skeltingina meðan løgreglan var í økinum, og fingu tí eisini bót.

Bótin er 1500 krónur.

Vegastrekkið er einvegis omaneftir, og hetta er galdandi fram til 15. juni.

Les eisini: Skrivaðu út 22.000 krónur í bót í ein tíma

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2023

13 Leygardagur 27. mai 2023

Teitur tilnevndur tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins

- Hevur verið ein førandi sangari og sangskrivari síðan sína fyrstu útgávu í 2003

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Teitur Lassen er millum teirra, ið hevur møguleika fyri at vinna tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins seinni í ár.

Týsdagin vóru tey innstillaðu til tónleikavirðislønina kunngjørd, og føroyska tilmælið er Teitur.

Grundgevingin er soljóðandi.

“Teitur hevur síðan fyrstu nógv róstu útgávu sína ‘Poetry and Aeroplanes’ (2003) verið altjóða viðurkendur sum ein førandi framførari og singer-songwriter.

Hann byrjaði sum dugnaligur tannáringagittaristur við sjáldsamari rødd, og skjótt mentist hann til búnan listamann, sum bæði framførir, skrivar og framleiðir sín egna tónleik.

Konsertirnar hjá Teiti saman við Nico Muhly kring um í Evropa eru millum nógv hæddarpunkt á lívsleið hansara. Hann hevur harumframt arbeitt saman við eini røð av øðrum listafólkum, eitt nú bigbands, kórum, kamarorkestrum og enntá symfoniorkestrum. Oftast skrivar Teitur øll arrangementini fyri orkestrini. Teitur hevur verið á nógvum konsertferðum í fleiri heimspørtum, og hansara skapandi frambering er róst til skýggja av altjóða miðlum.”

Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins verður á øðrum hvørjum ári latin einum tónaverki og annað hvørt ár til eitt útinnandi listafólk ella bólk. Í ár er tað hetta seinna.

Seinast Føroyar vunnu hesa virðislønina, var í 2021, tá Eivør Pálsdóttir vann. Sunnleif Rasmussen fekk heiðurin í 2002.

Hini tilnevndu í ár eru:

Danmark: Anja Jacobsen (tónleikari og tónasmiður) og Peter Uhrbrand (fiólleikari/spælimaður)
Finnland: Maija Kauhanen (fólkatónleikari/singer-songwriter) og Petri Kumela (guittaristur)
Grønland: SIGU (tónleikabólkur)
Ísland: Elfa Rún Kristinsdóttir (fiólleikari) og Sigur Rós (tónleikabólkur)
Noreg: Berit Opheim (fólkasangari) og Håvard Gimse (pianistur)
Svøríki: Johan Lindström (tónleikari og tónasmiður) og Norrbotten Neo (tónlistabólkur)
Áland: Whatclub (jazzorkestur)

Heiðurslønin verður handað í Oslo 31. oktober í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2023

14 Leygardagur 27. mai 2023

Blómupottarnir fáa ikki frið á Tvøroyri

Tað kennist eitt sindur nyttuleyst at fríðka um í býnum, um alt verður oyðilagt stutt eftir, sigur Tvøroyrar kommuna

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Herfyri vóru blómupottar settir upp í miðbýnum á Tvøroyri. Ætlanin við teimum er, saman við fríðkanini av trøðni við Roykstovuna, at skapa hugna og trivnað í miðbýnum.

- Tíverri er tað soleiðis, at øll duga ikki at síggja tað vakra í hesum og kenna eina trongd á at oyðileggja tað. Fyrsta uppgávan hjá Teknisku deild í morgun, var tí at burturbeina tveir av hesum pottum, tí onkur hevði oyðilagt teir í nátt, sigur Tvøroyrar kommuna.

Kommunan var í fjør úti við eini grein um herverk og tað hjálpti upp á rákið, ið var tá. Tí skriva vit hesa grein, við teirri vón, at fólk boða løgregluni frá, um tey síggja hvør fremur hesi herverk, verður sagt.

- Tað kennist eitt sindur nyttuleyst at fríðka um í býnum, um alt verður oyðilagt stutt eftir, sigur Tvøroyrar kommuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2023

15 Leygardagur 27. mai 2023

Ílegurnar hjá føroyska rossinum skulu varðveitast

Sáð frá øllum føroyskum greðingum skulu nú goymast í royndini at forða fyri at føroyska rossið doyr út

(Savnsmynd: jn.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Felagið Føroysk Ross er nú farið undir eitt serligt átak fyri at kunna varðveita ílegurnar hjá føroyska rossinum.

Staðfest hevur verið í longri tíð, at støðan hjá føroyska rossinum er hættislig, og slagið er nær við at doyggja út.

Tí verður nú farið – í samstarv við Búnaðarstovuna og NordGen – í holt við at taka og varðveita egg og sáð hjá føroyskum rossum til at goyma til eftirtíðina.

Í fyrstu atløgu verður dentur lagdur á tøku av sáði úr eistum hjá greðingum, ið verða geldir ella av serligari orsøk mugu avlívast, skriva Føroysk Ross á heimasíðuni ffr.fo.

Búnaðarstovan hevur síðan 2002 hildið eina goymslu av niðurfrystum greðingasáði. Sáðtøkan á Búnaðarstovuni varð á sinni framd í samstarvi við Felagið Føroysk Ross. Tikið varð sáð frá so at siga øllum føroyskum greðingum í tíðarskeiðinum 2002 til 2004.

Felagið ætlar nú, í samskifti við Búnaðarstovuni og NordGen, at sáð skal takast av øllum týðandi greðingum, tá høvið býðst. Hetta merkir, at verður greðingur geldur ella avlívaður, so ber til at tryggja, at ílegurnar verða varðveittar og tøkar í framtíðini, um tørvur skuldi verðið á teimum í serføroyska rossastovninum.

Í hesum sambandi hava Signa Kallsoy Joensen og Ingibjørg Árnadóttir, djóralækni, verið á einum skeiði hjá NordGen á á Faculty of Veterinary Medicine í Ås í Noregi

Á skeiðinum lærdu tær at taka og goyma sáð úr eistum hjá geldum kríatúrum. Brúkt vórðu tarvkálva eistu at venja við. Sama mannagongd kann brúkast til fleiri kríatúr, so sum ross og seyð. Á skeiðinum vóru luttakarar úr Íslandi, Noregi, Svøríki umframt Signu og Ingibjørg úr Føroyum.

Kelda: ffr.fo 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2023

16 Leygardagur 27. mai 2023

Skrásetingin av elbilum næstan tvífaldað seinasta árið

Fyrst í hesum árinum var talið á elbilum 1.106 – Heldur gongdin fram, fer talið at verða uml. 10.000 um fimm ár

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Skrásetingin av elbilum er næstan tvífaldað hetta seinasta árið.

Sølan av el-bilum hevur rættiliga tikið dik á seg hesa seinastu tíðina. Fyri 10 árum síðan vóru bert tríggir av gott 20.000 persónbilunum í Føroyum el-drivnir, í 2019 vóru elbilarnir komnir upp á 99, men síðan tá er talið á elbilum meira enn ellivufaldað, skrivar Vinnuhúsið.

Í byrjanini av 2022 vóru 603 el-drivnir persónbilar skrásettir í Føroyum, og tá vit komu inn í 2023 var talið næstan tvífaldað til 1.106 el-drivnar persónbilar, og tað er framvegis stórur vøkstur í eftir­spur­ningi­num og søluni av el-bilum.

Heldur gongdin fram, fer talið á elbilum at verða uml. 10.000 um fimm ár, og fer tað at svara til uml. ein triðing av samlaða talinum á skrásettum persónbilum í landinum, skrivar Vinnuhúsið.

[object Object]
(Mynd: Industry.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2023

17 Leygardagur 27. mai 2023

Bústaðir yvirtaka íbúðarverkætlan í Fuglafirði

Verkætlanin "Úti á land" umfatar bygging av 18 leiguíbúðum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bústaðir, Toftanes 2 og Fuglafjarðar kommuna hava gjørt avtalu um at Bústaðir yvirtaka verkætlanina frá Toftanes 2, sum umfatar bygging av 18 leiguíbúðum á matr. nr. 769b í Fuglafjarðar kommunu.

Hetta skrivar Fuglafjarðar kommuna á heimasíðuni.

Hetta hevur við sær, at Bústaðir yvirtaka byggingina av leiguíbúðunum frá Toftanes 2 við TN-bygging, sum høvuðsarbeiðstakara, og at borgarar eldri enn 60 ár á bíðilista hjá Bústøðum hava fyrsta rætt, at fáa tilboð um 6 av teimum 18 íbúðunum.

- Vit eru sera fegin um, at semja er fingin um eina loysn, sum tryggjar at íbúðirnar verða bygdar sum ætlað, sigur Dávur Juul, borgarstjóri og leggur afturat.

- Við hesi avtalu, er kommunan leys av fíggjarligu bindingunum, sum annars høvdu tyngt løgukarmin fleiri ár frameftir. Hetta tí, at um hildið bleiv fram eftir upprunaligu avtaluni, verður mett, at kommunan skuldi gjørt íløgur fyri umleið 32 milliónir krónur afturat til at gera núverandi lendisarbeiði liðugt, at gjalda restupphædd fyri seks íbúðir og at byggibúgva 18 íbúðir afturat.

Avtalan inniber, at Fuglafjarðar kommuna og feløgini handan Toftanes 2 verkætlanina eru vorðin samd um, at enda samstarvið og í øllum lutum at gera upp viðurskiftini partanna millum. Uppgerðin millum Fuglafjarðar kommunu og Toftanes 2 viðførir at kommunan ímóti at rinda netto 0,9 mió. kr., sleppur undan øllum framtíðar bindingum.

- Hetta gevur býráðnum møguleika at fokusera av nýggjum og at kunna raðfesta aðrar átrokandi íløgur, sigur Dávur Juul, borgarstjóri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2023

18
Leygardagur 27. mai 2023

Trý skip hava landað svartkjaft í Norra

Uppsjóvarskipini Arctic Voyager, Ango og Birita hava seinastu dagarnar landað svartkjaft í Norra

Arctic Voyager (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Seinastu dagarnar hava fleiri uppsjóvarskip landað svartkjaft í Norra, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.

Arctic Voyager fór um vikuskiftið yvir til Karmsund at landa 1.900 tons av svartkjafti. Tá ið Arctic Voyager hevði landað, fóru teir aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

Ango hevur júst landað 1.500 tons í Måløy, sum eisini er fiskaður í føroyskum sjógvi. Ango hevur eisini havt góðan fiskiskap, og kom aftur á svartkjaftafelti í føroyskum sjógvi í gjár.

Birita, sum eisini er eitt av fáu uppsjóvarskipunum, sum hevur fiskað fiskað svartkjaft seinastu dagarnar, hevur júst landað 1.900 tons av svartkjafti í Ålesund. Um teir fara aftur á svartkjaftaveiðu vita vit ikki. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2023

19
Leygardagur 27. mai 2023

Nýggi Vesturvarði við at verða klárur

Nýggi sørvágstrolarin Vesturvarði er nú longdur og málaður. Skipið varð flótað aftur í síðstu viku

Mynd: vagaskip.dk
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Nýggi Vesturvarði var flotaður aftur síðsta mánadag, longdur og nýmálaður, og er ikki sørt snotuligur á at líta.

Soleiðis byrjar heimasíðan vagaskip.dk hjá Jan Erik Simonsen greinina, sum hann hevur givið okkum loyvi at leggja út.

Hjá reiðarínum vænta tey at Vesturvarði verður á Sørvági um einar 3-4 vikur og eru tey sera spent uppá hvussu nýggja skipið fer at roynast.

Tað var hin 11. november í 2022 at Vesturvarði var skrásettur undir føroyskum flaggið við havnastavunum VA214 og Sørvági sum heimstað.

Skipið er bygt í 2019 hjá skipasmiðjuni Kynde & Toft í Thyborøn, til eigarar í Kirkwall á Orknoyggjunum, og fekk skipið tá navnið Aalskere við havnastavunum K373 og heimstað í Kirkwall.

Teir settu skipið til sølu í 2022, orsaka av minkandi kvotum tillutaðar teimum. Upprunaliga var Aalskere 35,25 metrar og tá sørvingar keyptu skipið, var avgjørt beinavegin at leingja tað við 6 metrum.

Tískil er Vesturvarði 41,25 metrar langur, nú hann er flotaður aftur og nærum klárur til fiskiskap. Hetta arbeiði er gjørt hjá somu skipasmiðju sum bygdi skipið í 2019, Kynde & Toft í Thyborøn í Vesturjyllandi.

Tað arbeiði byrjaði í januar. Høvuðsmotorurin í Vesturvarða er av slagnum Anglo Belgian 6DZC-830-113-A við 1360 kW ella 1800 Hk.

Ætlanin er at royna við tveimum trolum. Skiparar á Vesturleika vera teir somu, sum á tí gamla, Heðin Hansen og Herning Simonsen, sum koma at skiftast, annan hvønn túr.

Tann fimti við navninum 

Hetta er fimti Vesturvarði við navninum, teir frammanundan hava verið: Vesturvarði (1939), Vesturvarði TN (1969), Vesturvarði (1984), Vesturvarði (2009) og nú Vesturvarði (2022).

Og um fari verður enn tættari at navninum: Fyrstur var koltrolarin Vesturvarði VA214 hjá Vága Trolarafelag, keyptur í 1939 og var fyrsti koltrolari í Vágum.

Næstur var rækjutrolarin Vesturvarði TN487 hjá navnframa skiparanum John Dam úr Vestmanna, sum kom í 1969.

Tað var S/F 31.12.68 við Oddur Niclasen sum reiðara, sum átti skipið. Triðjur var Vesturvarði VA214 bygdur á Skála skipasmiðju í 1984 til P/F Vesturleiki við Jósupi Henriksen, skipara á odda Fjórður var Vesturvarði VA323, sum kom til Sørvágs í 2009, fyrrverandi Kallsevni úr Havn og upprunaliga bygdur sum Oddeyrin í 1986 á Slippstøðin í Akureyri.

Tað var P/F Nofa við Tummas Henriksen á odda sum átti hann. Og nú tann fimti Vesturvarði VA214, bygdur í 2019 og keyptur til Sørvágs í 2022.

Tað er P/F Suðringur við Tummas Henriksen sum reiðara, ið eigur skipið. Ynskt verður manning og reiðarí hjartaliga tillukku við skipinum.

Myndirnar hevur vagaskip.dk fingið frá Tummasi og Bárður Henriksen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2023

20 Leygardagur 27. mai 2023

Vaktarskifti í Javnaðarflokkinum

Á landsfundi hjá flokkinum leygardagin í síðstu tók Jens Arni Leo Hammerfoss við sum 2. næstformaður, eftir at Jóna Ólavsdóttir, sum hevur røkt sessin farnu fimm árini, valdi ikki at stilla upp aftur

(Mynd: Javnaðarflokkurin)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum, sum var í Smæruni í Havn leygardagin í síðstu viku, tók Jens Arni Leo Hammerfoss við sum 2. næstformaður í flokkinum.

Hann tekur við eftir at Jóna Ólavsdóttir valdi ikki at stilla upp aftur, skrivar Javnaðarflokkurin.

– Vit hava í dag tosað um týdningin av at hava javnvág millum arbeiðslív og familjulív. Hetta er eisini galdandi hjá mær. Mítt starv krevur, at eg eri nógv burturstødd, og tí noyðist eg at gera nakrar raðfestingar fyri at fáa alt at ganga upp, segði Jóna Ólavsdóttir m.a., tá hon legði frá sær.

Jóna Ólavsdóttir hevur verið 2. næstforkvinna í Javnaðarflokkinum í fimm ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2023

21 Leygardagur 27. mai 2023

Katrin Joensen-Næs fær ársins EBBU

– Katrin hevur við sínum filmsarbeiði og frásagnarkynstri víst, at hon fangar við sínum søgum. Tær eru ráar, bersøgnar, og hon torir at nerta við svár evni, stóð m.a. í grundgevingini

(Mynd: Rithøvundafelag Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin í síðstu viku varð ársins Ebbuvirðisløn handað, og í ár fór virðislønin til Katrin Joensen-Næs.

Virðislønin á 25.000 krónur verður handað av Rithøvundafelag Føroya eina ferð um árið til ungan rithøvund, sum hevur sýnt serligar gávur.

Virðislønin varð handað á hátíðarhaldi á Býarbókasavninum í Havn, skrivar Rithøvundafelagið.

Grundgevingin fyri at handa Katrini Joensen-Næs virðislønina er soljóðandi:

– Katrin Joensen-Næs hevur valt sær eina listaleið innan filmslistina. Filmslistin er ung í Føroyum, og man kann siga, at hon er í besta blóma. Katrin hevur í fleiri ár verið ein partur av hesi blómandi listagrein. Filmslistin er helst tann listagreinin, sum sameinir allar listagreinir, men tann parturin, sum hevur størstan týdning fyri ein film, er tann góða søgan.

– Hóast sín unga aldur, hevur Katrin latið tveir filmar úr hondum. Hon skrivaði og leikstjórnaði filmin Ábyrgd, sum kom út í 2020. Nakrir av okkara royndastu leikarum høvdu høvuðsleiklutirnar í filminum, eitt nú Ria Tórgarð og Hans Tórgarð. Ummælarar lótu væl at, og Katrin fekk handað Ársins Sálarheilsuvirðisløn í 2021 frá Sinnisbata. Hetta fekk hon, tí filmurin varpaði ljós á sálarheilsu.

– Í 2023 kom nógv væntaði filmurin Sæla, sum longu hevði fingið nógva umrøðu, áðrenn nakar hevði sæð hann. Høgni Djurhuus, ummælari, rósti filminum og segði m.a., at: "har er einki banalt, einki sentimentalt, einki uttanumtos, einki tvætl, ikki eitt orð ov nógv. Øgiliga kompakt, og kolasvart. Frálíkt." Og tá ið tað eru orðini og søgan, sum er drívmegin, so er tað fyri hetta, at Katrin fær Ebbuvirðislønina. Katrin hevur gingið á Ritlist. Herfyri frættist, at Katrin var sloppin inn á danska filmsskúlan. Hetta er fyrstu ferð í mong ár, at ein føroyingur er sloppin inn á leikstjóralinjuna fyri spælifilm á Den Danske Filmsskole.

– Katrin hevur við sínum filmsarbeiði og frásagnarkynstri víst, at hon fangar við sínum søgum. Tær eru ráar, bersøgnar, og hon torir at nerta við svár evni. Hond hennara skrivar fram eina flá av veruleikanum, sum vanliga er ósjónlig, so hon kemur til sjóndar sum skuggar og ljós á filmsløriftið, har tað avbjóðandi í lívinum fær rúm at vera til, bara soleiðis, sum tað er.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2023

22 Leygardagur 27. mai 2023

Heimsins størsti flogberi komin til Oslo

USS Gerald R. Ford kastaði mikudagin akker út fyri norska høvuðsstaðin

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er ein øgilig sjón í Oslo næstu fýra dagarnar.

333 metrar langi og 78 metrar breiði flogberin "USS Gerald R. Ford" kom um seks tíðina lokala tíð á Oslofjørðin, og skal liggja har næstu dagarnar.

Skipið er á sínari fyrstu ferð og Oslo er fyrsta havnin, sum vitjað verður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2023

23 Leygardagur 27. mai 2023

– Kommunan farin í hernað móti privatu smávinnuni

Økið uttanfyri Kaffihúsið er trokað burtur av einum stórum tjaldi, haðani ókeypis øl og matur verða útveitt í sambandi við fleiri tiltøk, og tí hava tey í Kaffihúsinum onga sølu, og noyðast at steingja, skrivar Kaffihúsið í fráboðan

(Mynd: Kaffihúsið/Facebook)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Tíverri noyðast vit at steingja Kaffihúsið í dag, tí at Tórshavnar kommuna, Heðin Mortensen borgarstjóri saman við Bogi Andreasen samskipara, er farin í hernað móti privatu smávinnuni.

Soleiðis skrivar Kaffihúsið í fráboðan á Facebook seinnapartin.

– Økið uttanfyri Kaffihúsið er trokað burtur av einum stórum tjaldi, haðani ókeypis øl og matur verða útveitt, fyrst í sambandi við tiltakið “Bryggjulaksur”, síðan í smb. við kvinnurenningina. Av somu ávum hava vit onga sølu.

Í Kaffihúsinum gera tey greitt, at tey hava einki ímóti tiltøkunum men staðsetingina.

– Tórshavnar kommuna hevur ongan rætt til at taka kampin upp móti privatu vinnuni, tí at tá makta vit einki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2023

24 Leygardagur 27. mai 2023

Sigrið Jensdóttir Dalsgaard nývald aðalstjórnarforkvinna

Flokstingið hjá Tjóðveldi samtykti leygardagin í síðst uviku einmælt at velja Sirið í sessin

Á flokstinginum á Sandi varð Sigrið Jensdóttir Dalsgaard vald til aðalstjórnarflokskvinnu, og Rógvi Nybo takkaði fyri seg eftir tvey ár (Mynd: Tjóðveldi)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á flokstinginum hjá Tjóðveldi á Sandi leygardagin í súðstu viku varð Sigrið Jensdóttir Dalsgaard vald til aðalstjórnarflokskvinnu. Rógvi Nybo takkaði fyri seg eftir tvey ár, og tí skuldi nýtt forfólk veljast.

Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevði Sigrið í uppskoti, og flokstingið samtykti einmælt at velja Sigrið í sessin, skrivar Tjóðveldi í tíðindaskrivi.

Í viðtøkunum fyri flokkin stendur um aðalstjórnarforfólk:

– Flokstingið velur eitt næstforfólk, sum eisini verður aðalstjórnarforfólk. Í uppskoti kunnu ikki vera løgtingslimir ella landsstýrisfólk floksins

Sigrið Stillaði upp til løgtingsvalið 2022, og fekk 201 persónligar atkvøður. Hon er útbúgvin byggiverkfrøðingur og hevur ein yvirbygning í KT. Hon hevur arbeitt innan KT og byggiverkfrøði í privata og kommunala geiranum.

– Eg eri sera spent at taka við sum aðalstjórnarforkvinna. Fráfarandi formaður Rógvi Nybo og toymið hjá Tjóðveldi hava gjørt ein sera góðan pall til aðalstjórnina at virka á. Eg vil arbeiða fyri, at okkara fólkavaldu koma tættari at økisfeløgunum, soleiðis at virðini og politikkurin hjá Tjóðveldi er grundfestur um alt landið, sigur hon um nýggja álitissessin.

– Tað er givið, at tað, sum nú vilja vera tíðarskeið, har fleiri økisfeløg ikki hava ein frá sínum lista á tingi ella í landsstýrinum. Men økisfeløgini skulu kunna kenna seg aftur í teimum lógaruppskotum, sum verða borin á ting og hava møguleika fyri at siga sína hugsan um uppskotini ígjøgnum aðalstjórnina. Í stuttum, so vil eg arbeiða fyri einari politiskt aktivari aðalstjorn.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2023

25 Leygardagur 27. mai 2023

Stand-up við limum úr Linie 3 í Norðurlandahúsinum

27. og 28. apríl næsta ár fara Anders Bircow og Thomas Eje á pall í Norðurlandahúsinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hvat var tað sum hendi, tá ið tríggir næmingar á sjónleikaraskúlanum í Århus gjørdust ein landaplága, eftir at teir høvdu verið partur av eini danskari sjónvarpssending í 1980?

Henda spurningin kanst tú fáa svaraðan, tá Anders Bircow og Thomas Eje trína á pallin í Norðurlandahúsinum tann 27. og 28. apríl 2024 við sýningini "Her er de 2 andre". Talan er um eina skemti- og tónleikasýning um Linie 3.

Sýningin er ein ærlig sjálvsmynd, ið lítur aftur á farnu tíðina og dyggu undirtøkuna, ið Linie 3 hevur havt tey seinastu 40 árini. Áskoðararnir sleppa at enduruppliva fleiri av hæddarpunktunum, ið hava verið gjøgnum árini og eisini verða nýskrivaðar tvírøður á skránni. Sýningin er eisini ein ærlig og eym frásøgn um alt, ið hendi handan leiktjøldini. Undran, ørkymlan, kreppa, gleði og tár.

Sølan av atgongumerkjum til sýningarnar er byrjað. Anders Bircow og Thomas Eje siga, at teir síggja fram til at vitja í Føroyum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2023

26 Leygardagur 27. mai 2023

Fara undir at byggja rakettútskjótistøð á Sutherland

Harvið verða tvær støðir, sum í næstum fara at skjóta rakettir út yvir føroyskt øki

(Mynd: orbex.space)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verða ikki færri enn tvær rakettstøðir, sum næstum fara at senda rakettir út í rúmdina eftir eini leið, sum liggur nær við okkum.

Fyrr hava vit greitt frá um SaxaVord Spaceport , sum er í ferð við at byggja eina rakettskjótistøð á Lamba Ness norðast í Hetlandi, sum eftir ætlan skal skjóta tær fyrstu rakettirnar út í rúmdina seinni í ár.

Men nú er gongd eisini sett á byggingina av eini støð norðast á skotska meginlandinum.

Talan verður um fyrstu rakettskjótistøðina á bretska meginlandinum, stendur í tíðindaskrivi frá felagnum Orbex, og tað týðir upp á, at tey ikki eru komin eins langt, og tey eru komin í Hetlandi.

Orbex er eitt bretskt felag við høvuðssæti í skotska býnum Forres, og sum eisini hevur eina deild í Hvidovre í Danmark.

Útskjótingarstøðin fær heitið Sutherland Spaceport, tí hon verður bygd í økinum Sutherland, sum fevnir um tað mesta av norðurstrond Skotlands.

Støðin verður bygd á hálvoynni A’Mhòine, nakað vestan fyri bygdina Tongue. Av A’Mhòine er frítt útsýni norðureftir, og sambært einum filmi, sum greiðir frá verkætlanini sæst, at rakettirnar verða lyftar norðureftir millum Hetland og Føroyar, haðani tær skulu sleppa fylgisveinum í ringrás um jørðina, tá tær eru komnar nóg langt upp.

[object Object]

Roknað verður við 12 rakettútskjótingum um árið, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Orbex. Roknað verður við, at rakettstøðin kann koma at skapa 250 arbeiðspláss, harav minst 40 koma at liggja vera í økjunum norðast í Skotlandi, Sutherland og Caithness.

Orbex hevur ment eina 19 metra langa rakett, sum er serbygd til at senda lættar fylgisveinar upp til 180 kilo upp í ringrás um jørðina, sokallað 'Low Earth Orbit'. Rakettin er í tveimum, har fyrsti parturin lyftir rakettina upp í 80.000 metra hædd, meðan annar parturin verður brúktur til at finna røttu kósina at sleppa fylgisveinunum.

Sum nakað serligt er henda Orbex Prime rakettin rikin við við varðandi ella grønum brenniefni, sokallaðum Futuria Liquid Gas, sum er eitt brennievni, sum hevur nógv minni útlát enn aðrir líknandi motorar. Eisini sjálv rakettin skal endurbrúkast, og sagt verður, at hon ikki elvir til leivdir, hvørki á jørðini ella í rúmdini.

Orbex hevur longu gjørt sáttmála við sjey kundar, ið ætla at brúka felagið til at flyta sínar fylgisveinar út.

Byggiverkætlanin hevur júst fingið játtað tríggjar milliónir pund frá bretska “Nuclear Decommissioning Authority”, sum ynskir at fíggja ætlanini. Harumframt hevur  Sutherland Spaceport eisini fingið níggju milliónir pund í stuðli frá skotsku stjórnini og HIE, sum er 'Highlands and Islands Enterprice' og 2,55 milliónir frá UK Space Agency. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2023

27 Leygardagur 27. mai 2023

Meta fingið stóra bót frá ES

Meta hevur brotið dátuverndarlógina hjá ES, og skal tí gjalda 1,2 milliardir evrur, men Meta ætlar sær at kæra dómin

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Meta, ið er móðurfelag hjá Facebook og Instagram, hevur fingið eina bót á 1,2 milliardir evrur, ið svarar til nærum níggju milliardir krónur.

Orsøkin er, at Meta hevur send dátur frá evropeiskum Facebook-brúkarum víðari til USA, og tað er brot á dátuverndarlógina hjá ES.

ES-dómstólurin staðfesti í 2020, at dátur, sum verða sendar til USA, ikki eru nóg væl vardar móti eftirliti hjá amerikonskum fregnartænastum, og hevur Meta nú fingið boð um at steðga við at sendar dátur hjá evropeiskum brúkarum til USA.

Meta sigur, sambært amerikonskum miðlum, at felagið fer at kæra dómin, og at ongar broytingar verða fyri Facebook-brúkarar í ES.

Tað er írska Data Protection Commission (DPC), sum hevur avgjørt málið, vegna ES.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2023

28 Leygardagur 27. mai 2023

USA: Republikanski Tim Scott vil vera forseti

Sambært veljarakanningum siga bert tvey prosent av republikansku veljarunum, at teir umhugsa at velja hann, meðan Donald Trump og Ron DeSantis hava munandi størri undirtøku

Tim Scott
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tim Scott, ein republikanskur senatorur úr amerikanska statinum South Carolina, ynskir at still upp til forsetavalið í 2024.

Fríggjadagin var alt komið uppá pláss, og hevði hann latið inn øll tey neyðugu skjølini.

57 ára gamli Tim Scott skal kappast móti m.a. fyrrveandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum sambært Ritzau liggur fremst í veljarakanningunum.

Sambært veljarakanningunum, fær Trump stuðul frá yvir 50 prosent av republikansku veljarunum, meðan bert tvey prosent siga seg umhugsa at velja Tim Scott. Fimti hvør republikanari sigur seg vilja hava Ron DeSantis, guvernør í Florida, sum forseta. Hann hevur tó ikki alment boðað frá nakrari uppstilling, men ábendingar eru um, at hann fer at gera tað.

Fyrrverandi ST-sendikvinnan, Nikki Haley hevur eisini bjóðað seg fram sum valevni til republikanska undanvalið.

Hóast Scott ikki er so vælumtóktur í veljarakanningunum, er hann vælumtóktur í sínum heimstati. Hann er m.a. kendur fyri at vera bjartskygdur, og hevur hann fleiri ferðir heitt á bæði republikanska flokkin og USA sum heild um at standa saman.

Hann er uppvaksin í fátækadømi hjá einari einligari mammu, og brúkar hann ofta sína egnu søgu sum dømi um, at USA framvegis er eitt land, har ein og hvør kann skapa eina góða framtíð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2023

29 Leygardagur 27. mai 2023

Nú er størri munur í oddinum

KÍ vann aðru ferð í ár tepurt í toppdysti móti B36 og hevur sjey stig niður til HB á 2. plássi - Áki Samuelsen og Samuel Chukwudi skoraðu fyri HB í sigrinum í Sarpugerði

Claes Philip Kronberg hevur her økt til 2-0 við góðum máli. Páll Klettskarð legði upp til bæði málini hjá heimaliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tveir innanhýsis topp-fýra dystir eru spældir mikukvøldið. Talan var um dyst nummar ellivu hjá liðunum og um framskundaðar dystir frá 16. umfari. Hetta er "ólavsøkuumfarið" - síðst í juli hava KÍ, Víkingur, HB og B36 evropeiskar uppgávur.

KÍ skal spæla í Champions League, og nógv bendir á, at liðið úr Klaksvík aftur skal tað í 2024. Nú eftir ellivu umfør, harímillum fýra topp-fýra dystir, hevur KÍ fult stigatal. Eins og í dystinum í Gundadali fyri tígjgu døgum síðani, var nýggjur málverji hjá føroyameistarunum, nú B36 vitjaði. Markus Petterson fekk skaða undir upphitingini, og eykamálverjin Hannis Matras avloysti. Hetta var fyrsti dystur í Betrideildini hjá 22-ára gamla klaksvíkinginum, og hetta loysti hann heilt væl.

Heimaliðið legði bragdliga fyri og kom á odda í 13. minutti - tá hevði Mattias Lamhauge longu verið noyddir at beina skot frá Árna Frederiksberg á stongina. Nú spældi KÍ væl, B36 gav heldur nógv pláss, og so kundi Mads Mikkelsen hegnisliga lyfta bóltin uppum Mattias. KÍ var veruliga omaná, men stutt fyri stegðin bjóðaði B36 - og serliga Hannes Agnarsson - av og hevði nakrar møguleikar. Tá beint yvir ein tími varð spældur, kringsetti KÍ brotsteigin hjá B36 og upp á næsta stóra møguleikan í álopinum skoraði Claes Kronberg til 2-0 við sínum fimta máli í kappingarárinum. Eins og í fyrsta málinum legði Páll Klettskarð snilt av til viðleikara.

[object Object]
Tað er lágvaksni og royndi danin Claes Kronberg, sum her verður fagnaður fyri at hava sett seinasta fótin á KÍ-álop. Við vinstra beininum økti nummar 32 til 2-0 (Mynd: Sverri Egholm)

Nú lá tað av álvara til KÍ, og B36 bjargaði á strikuni løtu seinni. Men so kom bólturin heldur tilvildarliga til Hannes Agnarsson, ið minkaði um munin. Útiliðið trýsti nú av álvara, og heimaliðið tyktiskt merkt av støðuni. Innskifti Valerijs Sabala, fyrrverandi KÍ-áleypari, hevði naskan stútara, sum Hannis Matras bjargaði. Seinastu løtuna helt heimaliðið fast, og innskifti Sivert Gussiås burdi økt. Tó trý stig til liðið hjá Magna Hoseth, sum heldur fram við sama lag - B36 manglar at fáa stig í oddadystunum móti KÍ og HB er nú níggju stig frá fyrstaplássinum

Tvey brend brotsspørk í Sarpugerði - HB rennur aftaná

Tað var Víkingur, sum samanlagt hótti mest í fyrra hálvleiki. Heimaliðið spældi væl við millum annað Poul Kallsberg sum fremsta manni. Teitur Gestsson var tó fyri nakrar ferðir, og millum annað eisini vinstri bakkurin Ári Mohr Jónsson sum einu ferðina bjargaði á strikuni, tá Jákup Johansen onkursvegna ikki fekk prikað bóltin í málið. Stutt fyri steðgin var tað meira HB. Fyrst gjørdi Bárður á Reynatrøð brotsspark móti Mads Borchers eftir langt útspark frá Teiti. Adrian skeyt tó uppum, men bert ein stóran minutt seinni fekk Áki Samuelsen pláss og royndi seg við fløtum langskoti, og bólturin sníkti seg í longra málhornið. 

Dysturin var lívligur - eisini frá byrjan av í seinna hálvleiki - og í 54. minutti økti HB. Eftir ein góðan møguleika fekk útiliðið hornaspark, ið Viljormur Davidsen sendi inn úr høgru. Samuel Johansen Chukwudi vísti styrki, og Víkingur fekk ikki tamarhald á støðuni. Høgi og sterki miðverjin tamdi bóltin við lærinum og hálvfluktaði síðani, staddur mitt fyri og á fimm-metur linjuni. 0-2 og so var brekkan tung hjá heimaliðnum.

[object Object]
Áki Samuelsen hevur her - fyri aðru ferð í ár - skorað í sunnara málið í Sarpugerði. Liðið hjá Jákup Martini Joensen fór avstað við øllum (Mynd: Sverri Egholm)

HB vísti ávísar styrkir, og millum annað var Emil Berger stinnur á verjukenda miðvøllinum. Sigurin tyktiskt eina løtu rímiliga tryggur, og Samuel stútaði á stongina, men Víkingur hevði eina løtu, har heimaliðið kundi fingið stóran spenning í aftur í Sarpugerði. Teir í ljósabláum stríddust væl og skapti støður, og tá eitt korter var eftir, fór Poul Kallsberg umkoll í brotsteignum eftir samanstoyt við Dan í Soylu. Eftir at bólturin fekst at liggja stillur eydnaðist tó Teiti Gestsson - heldur margháttiliga - at bjarga royndini frá Sølva Vatnhamar. Teitur var komin yvir, har bólturin endaði, næstan áðrenn annars tryggi brotssparksskjúttin skeyt. 

HB vann fyri aðru ferð í ár í Norðragøtu - fyrru ferð var í steykappingini - og er nú á 2. plássi. Víkingur er nú eitt stig sindur longur frá topp-trý.

Betrideildin - framskundaðir dystir frá 16. umfari

Mikudagin 24.05

Víkingur - HB 0-2 (0-1)
40' Áki Debes Samuelsen 0-1
54' Samuel Johansen Chukwudi (Viljormur Davidsen) 0-2

KÍ - B36 2-1 (1-0)
13' Mads Boe Mikkelsen (Páll Andrasson Klettskarð) 1-0
63' Claes Phillip Kronberg (Páll Andrasson Klettskarð) 2-0
72' Hannes Agnarsson 2-1

Stigatalvan

1. KÍ 33 stig *
2. HB 26 stig *
3. B36 24 stig *
4. Víkingur 20 stig *
5. 07 Vestur 10 stig
6. B68 10 stig
7. EB/Streymur 10 stig
8. ÍF 9 stig
9. TB 6 stig
10. AB 1 stig

Ein dyst fleiri

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2023

30 Leygardagur 27. mai 2023

AB hevur sagt Henrik Larsen úr starvi

Orsøkin er ringu úrslitini í ár. Argja Bóltfelag er í gongd við at finna nýggjan høvuðsvenjara

Danin tók við í fjør summar, og AB fekk nógv stig móti endanum. Nú er Henrik Larsen uppsagdur eftir bert eitt, og eitt mál, fyrstu tíggju dystirnar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

 - Eftir ringu byrjanina í Betrideildini hevur Argja Bóltfelag í dag tikið avgerð um at siga høvuðsvenjara felagsins, Henrik Larsen, úr starvi. Orsøkin er vantandi úrslit á vøllinum í kappingarárinum 2023, boðaði AB frá mikukvøldið.

AB er greitt botnlið í Betrideildini við einum stigi og einum máli í tíggju dystum. Hetta hevur nú fingið avleiðingar fyri høvuðsvenjaran Henrik Larsen.

Danin kom til  felagið í summarsteðginum í fjør, tá ymiskt rumbul hevði verið kring AB. Argja Bóltefelag skrivar, at hann yvirtók eitt lið við nógvum nýggjum leikarum, ið skuldi spælast saman mitt í kappingarárinum. Samstundis var liðið í einum niðurflytingarstríði, so arbeiðsumstøðurnar vóru ikki lættar - tó stóðu hann og liðið seg væl seinastu tíðina í 2022.

- Fryntligi danin tók tó uppgávuna á seg við bjartskygni og tí, sum hevur eyðkent hann alla ta tíð, hann hevur verið í felagnum; hansara nærlagni og arbeiðssemi. Við einum rimmar endaspurti í fjør, har AB tryggjaði sær 12 stig síðstu sjey dystirnar og endaði átta stig oman fyri niðurflytingarstrikuna, eydnaðist tað so væl og virðiliga at varðveita sætið í Betrideildini.

Nú er ein nýggjur veruleiki. Maðurin, ið hevur staðið við høvuðsábyrgdina, fær rós fyri at varðveita trúnna og í høvuðsheitinum fyri arbeiði á Argjum.

- Vit í AB fara at takka Henrik Larsen fyri tíðina. Í AB hevur Henrik víst seg at vera ein eyðmjúkur maður, ið ikki ger nógvan háva um seg sjálvan, men heldur hevur hann dugað væl at tosa aðrar upp. Samstundis hevur hann ikki verið bangin fyri at siga sum er, um tørvur hevur verið á tí.

Nú verður mett at okkurt annað er neyðugt, og arbeið at finna ein nýggjan høvuðsvenjara er í gongd á Argjum. AB spælir aftur mánadagin, 2. hvítusunnudag, á útivølli móti B36.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2023

31 Leygardagur 27. mai 2023

KÍ strýkur avstað

B36 og NSÍ spentu við javnleiki bein fyri hvørjum øðrum í FM-stríðnum í Betri deildini hjá kvinnum. Samstundis vunnu KÍ-kvinnur sín dyst

Malena Olsen og hinar í KÍ hava fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tríggir dystir í útsetta øðrum umfari í Betri deildini hjá kvinnum varð leikt hódkvøldið. HB avgjørdi til síðst í Gundadali og vann 4-2, KÍ vann trygt 5-1 meðan NSÍ og B36 spældu málleysan javnleik.

Úrslitini hava tað við sær, at sjey stig eru upp til KÍ á fyrsta plássið. NSÍ kundi roynt at hildið frástøðuna niðri á fimm stigum, men við málleysum javnleiki móti B36 miseydnaðist tað.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Myndir: NSÍ - B36 kvinnur

Við 4-2 sigri á 07 Vestur yvirhálaði HB grannarnar í B36 og tær reyðu og svørtu hava nú 13 stig á triðja plássið.

Leygardagin verður aftur fótbóltur í bestu kvinnudeildini tá Víkingur tekur ímóti TB/FCS/Royn. Hini liðini spæla annan hvítusunnudag.

2. umfar (Útsett umfar)

TB/FCS/Royn - Víkingur 1-2 (1-1)
23' Eydna Olsen Dalheim 0-1
40' Leona Kjærbæk Djurhuus 1-1
70' Eydna Olsen Dalheim 1-2

HB - 07 Vestur 4-2 (1-2)
9' Fridrikka Clementsen 1-0
28' Margit M. Kwao 1-1
42' Margit M. Kwao 1-2
47' Lea Tórarenni Johannesen 2-2
73' Fríða Magnusardóttir Jakobsen 2-3
79' Sunniva Willemoes 2-4

EBS/Skála - KÍ 1-5 (1-2)
9' Liljan Simona Jaocbsen 0-1
12' Sjálvmál 1-1
41' Eyðvør Klakstein 1-2
69' Malena Olsen 1-3
72' Eyðvør Klakstein 1-4
82' Durita Hummeland 1-5

NSÍ - B36 0-0

Stigatalvan

1. KÍ 24 stig
2. NSÍ 17 stig
3. HB 13 stig*
4. B36 12 stig*
5. 07 Vestur 8 stig
6. Víkingur 8 stig*
7. EBS/Skála 1 stig
8. TB/FCS/Royn 1 stig*

*Ein dyst færri


9. umfar

Víkingur - TB/FCS/Royn (Leygardag 27. mai 13:15)
B36 - NSÍ (Mánadag 29. mai 13:00)
EBS/Skála - KÍ (Mánadag 29. mai 15:00)
07 Vestur - HB (Mánadag 29. mai 19:00)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2023

32 Leygardagur 27. mai 2023

Leif Mohr Kring Føroyar: Jákup Petur gjørdist samlaður vinnari

Hjá kvinnum gjørdist Súsanna Skylv samlaður vinnari

(Mynd: Tórshavnar súkklufelag)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað gjørdist Jákup Petur Eliassen, ið gjørdist samlaður vinnari av Leif Mohr Kring Føroyar. Hann fekk í posa og sekk, tá hann vann dagsins etapu sunnudagin og somuleiðis vann samanlagt.

Hjá kvinnum gjørdist Súsanna Skylv samlaður vinnari. Eisini hon vann dagsins tein, og so gott koyrdi hon, at tað gingu bert 78 sekund frá tí at vinnarin hjá monnum fór um málstrikuna, til Súsanna kom á mál. Meðan Jákup Petur brúkti 1 tíma 47 minuttir og 50 sekund, so brúkti Súsanna 1 tíma 49 minuttir og 8 sekund frá Tjørnuvík til Havnar.

Byrjað var í Tjørnuvík, og so gekk leiðin annars suður gjøgnum Sundalagið. Komnir til Kollafjørð, gekk leiðin gjøgnum tunnilin til Kaldbak. Koyrt bleiv síðan eftir Hvítanesvegnum, eftir Eystara Ringvegi, og síðan niðan eftir Hoyvíksvegnum til Leif Mohr. Nú skuldu tvey finaluumfør koyrast, og gekk leiðin tá eftir Hoyvíksvegnum, eftir Smyrilsvegnum, Staravegnum, og síðan aftur á Hoyvíksvegin.

Nógv at vinna

Øll vunnu á sær sjálvum, og nógv høvdu nógv at vinna. Onkur hevði nógv at tapa.

Jákup Petur vann, men hann fekk, aftur í gjár, harða kapping frá Hilmar Hansen, ið helt seg til taktikkin, sum hann hevði lagt sær fyri dagin. Tað mundi eydnast. Tað hevði higartil verið Jákup Petur sum førdi "taktstokkin", men í brekkuni niðan úr Sandvíkahjalla rykti Hilmar og koyrdi alt sum hann var mentur. Frástøðan aftur til Jákup Petur vaks og vaks, fyri síðan at minka og minka. Teir bjóðaðu aftur hvør øðrum av løtu seinni, men hvørgin vildi geva seg, og tað var tí bert eitt lítið sekund millum nummar eitt og tvey, tá føroya fremstu súkklarar løtu seinni sprintaðu um málstrikuna.

Eisini Andrass Joensen hevði nógv at koyra fyri. Hann lá á einum nokk so tryggum 3. plássi samanlagt, undan seinastu kapping, men hetta vildu aðrir vinna frá honum.

Bogi Gregersen fekk nógvar góðar plaseringar í kappingini. Tvær ferð nummar fýra og tvær ferð endaði hann á einum fimta plássi, undan 5. etapu. Eisini hann hevði nógv at vinna, og vóru tað bæði hann og aðrir súkklarar, ið ynsktu at tað var hann sum megnaði at vinna tað eina av plássinum á sigurspallinum.

Eisini Gunnar Dahl-Olsen droymdi um at vinna samanlagda plássið frá Andrass. Hann royndi tí fleiri ferð at slappa avstað, og serliga ynskti hann at sleppa undan Andrassi.

"Bert" 90 sekund skilti teir báðar. Tað bleiv til fleiri royndir, men ikki fyrr enn í drúgvu brekkuni við Sandvíkahjalla eydnaðist tað. Hetta saman við Jákup Petur, Hilmar og Paula Poulsen. Í Hvítanesbrekkuni vóru teir bara tríggir, og so var "bara" at traðka og traðka.

Løtu seinni blivu tríggir til tveir

Jákup Petur og Hilmar koyrdu undan Gunnari í brekkuni niðan móti Miðlon og Posta.

Hóast settur, so hevði Gunnar nógv at koyra fyri. Einum triðja plássi í seinastu etapu, og einum samlaðum triðjaplássi.

Andrass hevði somuleiðis nógv at koyra fyri. Gunnar kom triðjur um málstrikuna, men tað gingu ikki nógv sekund, so kom Andrass á mál. Men hvussu nógv sekund, var spurningurin.

Við einum sera góðum úrsliti í 1. etapu, tá hann gjørdist nummar tvey í Einkultstartinum, so var endin tann, at Andrass gjørdist nummar trý samanlagt. Jákup Petur nummar eitt, og Hilmar gjørdist nummar tvey samanlagt. Hjá kvinnum var tað, sum áður nevnt, Súsanna Skylv, ið gjørdist samlaður vinnari hjá kvinnum.

Úrslitini frá 5. og seinastu etapu síggjast her, og samlaða úrslitið frá Leif Mohr Kring Føroyar er her.

Sí eisini: Myndir: Leif Mohr Kring Føroyar fimti dagur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2023

33 Leygardagur 27. mai 2023

Sävehof kláraði ikki at fylgja við

Óli Mittún og hinir í Sävehof eru undir trýsti, nú Kristianstad er ein sigur frá at tryggja sær svenska meistaraheitið

Óli Mittún (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Triðja finalan í stríðnum millum Sävehof og Kristianstad um svenska meistaraheitið varð leikt hóskvøldið.

Spælt verður best av fimm, og undan dystinum høvdu liðini vunnu hvør sína finalu. Men í kvøld var tað Kristianstad sum vann eftir longda leiktíð, og sostatt er nú trýst á Óla Mittún, Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinum í Sävehof.

Kristianstad var á odda við tveimum málum tá farið varð til hálvleik, men tá 60 minuttir vóru leiktir stóð á jøvnum 28-28. Í longdu leiktíðini var tað Kristianstad sum dróg longra stráðið, og kann við sigri í fjórðu finaluni tryggja sær meistaraheitið.

Sävehof spældi hóskvøldið uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu. Hann mátti út eftir ein stoyt í høvdið í einari takling í aðru finaluni mánadagin.

Í dag verður fjórða og møguliga seinasta FM-finalan. Tá verður leikt á heimavøllinum hjá Sävehof í Partille uttan fyri Göteborg.

Kristianstad - Sävehof 33-31 eftir longda leiktíð (28-28)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2023

34 Leygardagur 27. mai 2023

Hákun West av Teigum millum heimsins bestu

Høgra vongurin á føroyska landsliðnum er í uppskoti til EHF Excellence Awards

Hákun West av Teigum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hákun West av Teigum er í uppskoti til ársins høgra vong til EHF Excellence Awards 2023.

Hann er í uppskoti saman við fleiri kendum nøvnum:
Nicklas Ekberg – SWE/THW Kiel
Blaz Janc – SLO/Barca
Hans Lindberg DEN/Füchse Berlin
Arkadiusz Moryto – POL/Kielce
Bogdan Radivojevic – SRB/Pick Szeged
Ferran Sole Sala – ESP/Paris Saint-Germain
Hákun West av Teigum – FAR/Skanderborg-Aarhus

Tað eru landsliðsleikarar, venjarar, miðlar og fjepparar, sum koma at avgerða, hvørjir leikarar eru ársins bestu. Fjepparar kunnu atkvøða ígjøgnum EHF appina “Home of Handball” frá 26. mai. Fjepparaatkvøðurnar telja 25 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2023