Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 03. juni 2023 | Nr. 22 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Seta umfatandi havnastongsul í verk móti Russlandi

SíÐa 2

1 Leygardagur 03. juni 2023

Góðan lesihug og góða norðoyastevnu

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Hvør gav løgmanni rangar upplýsingar?

Tað tyktist sum ein skilagóð og væl grunda avgerð, tá leiðararnir fyri samgonguna á tíðindafundi á Viðareiði boðaðu frá, at semja er nú um at seta tiltøk í verk, sum avmarka russiskari hjáveru í Føroyum til bara at umboða tey skip, sum er beinleiðis knýtt til kvotuna, sum russisk skip hava í føroyskum sjóøki.

Føroyar skulu ikki brúkast til umskiping av ivasamari russiskari fiskiveiði uttan fyri føroyskt sjóøki.

Men klára og greiða myndin, sum landsstýrið gav av russiska virkseminum í Føroyum kámaðist, tá Dagur og Vika sama kvøld kundi avdúka, at onki hald er í høvuðsgrundgevingunum fyri at seta tiltøkini í verk.

Tí tað passar ikki, at russisku umskipingarnar í føroyskum øki eru fleirfaldaðar í seinastuni – tvørturímóti, segði myndugleikin á økinum, Vørn – tær eru minkaðar.

Eftir situr sjálvur løgmaður, ið púra verjuleysur mátti snúgva sær undan at hava sagt ósatt fyri Føroya fólki. Ein ógvuliga pínlig støða fyri løgmann, sum nú stendur eftir sum ein nógv veikari stjórnarleiðari enn hann var, tá hann vaknaði í sólskininum á Viðareiði henda sama morgunin.

Vit fáa okkum sjálvandi ikki at trúgva, at løgmaður hevur sagt ósatt. Hann hevur trúð upp á, at hann hevði fingið røtt tøl at arbeiða og grundgeva við.

Tí má løgmaður nú koma fram og fortelja fólkinum hvaðani ranga talgrundarlagið stavar. Og so taka avleiðingarnar av hesum. Er tað eitt landsstýrisfólk, so eigur tað at verða skift út. Er tað eitt embætisfólk, so eigur tað at fáa eitt álvarsligt ætlanarskriv.

Hinumegin hava vit eina andstøðu, sum gamaní kann vinna neisur við at koyra á hesi ósannindir, sum landsins leiðari er komin við.

Men annars er soðið tunt mótvegis ætlanum landstýrisins at forða russum í at virka her á landi.

Hetta er ikki ein spurningur um hví onkur ella hvør skal betala. Tí sjálvandi kostar tað at seta tiltøk í verk móti einum landi, vit hava samhandil við, tá hetta land hevur forbrotið seg inn á tað, sum vit meta vera rætt og rímiligt.

Halda vit, at Russland hevur borið seg skeivt at, skulu tiltøk setast í verk. Halda vit ikki tað, so kunnu vit halda fram, sum um onki er hent.

At harta russar fyri ræðuleikarnar tey fremja móti verjuleysum sivilfólkum í Ukraina og framhaldandi hava samhandil við agressorin, tí at tað gagnar føroyskum vinnulívi, er at seta seg millum tveir stólar, og lítið virðiligt politiskt.

Spurningurin eigur ikki at vera fyri ella ímóti tiltøkum. Spurningurin er fyri ella ímóti russisku atgerðunum í Ukraina.

Vit føroyingar vilja sleppa at reka okkara egna uttanlandspolitikk – so mugu vit eisini hava nóg breiðan rygg til at taka eina støðu.

Núverandi andstøðan er jú onki petti frægari enn undanfarna andstøðan, sum sambært sjálvum sitandi landsstýrismanni við uttanlandsmálum nú viðgongur, at tað var bara politiskar neisur, sum vóru sagdar, tá hini sótu við ræðið. Lítið mansligt og eitt klokkuklárt prógv fyri at føroyskur politikkur – uttanríkispolitikkur í hvussu so er – framvegis er á einum ógvuliga lágum støði.

Gævið at onkur av teimum nú raktu stjórunum høvdu dirvi til at traðka fram – eins og føroyskir alarar gjørdu beinanvegin, sum Russland leyp á – og tordu at stuðla teimum politikarunum, sum vildu boykotta russar, ikki tí at tað gagnaði teirra fyritøku, tvørturímóti, men tí, tað var tað rætta at gera.

At vera eitt dugnaligt vinnulívsfólk er jú at duga at stýra virki sínum tá brotasjógvar herja. Ikki at gremja seg og trýsta politikarar til at taka avgerðir móti teirra sannføring. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 5220

    Lisnar síður: 12360

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 03. juni 2023

Seta umfatandi havnastongsul í verk móti Russlandi

Bert skip, sum hava beinleiðis tilknýti til fiskiskapin í føroyskum sjógvi sleppa nú inn í føroyskar havnir

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Treytað av at ein lógarbroyting verður samtykt á løgtingi, so verður nú ein havnastongsul settur í verk móti russiskum skipum í Føroyum.

Tað kunngjørdi landsstýrið á tíðindafundi á Viðareiði fríggjadagin. Og her varð undirstrikað fleiri ferðir, at talan verður um ein "umfatandi havnastongsul".

Nýggja avgerðin hjá landsstýrinum snýr seg ikki um fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Russland, sum er galdandi í løtuni.

- Hana ætla vit at halda, søgdu løgmaður og Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Og hvat skal henda við Russlandsavtaluni fyri komandi ár, er støða ikki tikin til enn. Tann avgerðin verður tikin í heyst, helst í september.

Havnarstongsulin snýr seg tí um tey skip, sum hava brúkt Føroyar sum hubb hesa seinastu tíðina.

Av tí at russisk skip eru forðað at koma í havnir í øðrum londum, er umskipingarvirksemið vaksið munandi í Føroyum.

Hóast russisk skip fiska áleið 100.000 tons í føroyskum sjógvi, so hevur verið talan um umskiping av 400.000 tonsum í Føroyum hesa seinastu tíðina. Tað er hetta meirvirksemi, sum nú verður støðgað við avgerðini hjá landsstýrinum. 

Fleiri myndir frá tíðindafundinum her

Eftir tíðindafundin er ivi sáddur um, hvørt tað eru røtt tøl, sum landsstýrið hevur brúkt at grundgeva fyri hesum vøkstrinum av russiskari umskiping í Føroyum.

Kringvarpið kundi avdúka í Dag og Viku sendingini hóskvøldið, at talan als ikki er um ein vøkstur. Tað er váttað av Vørn, sum er tann stovnurin, ið hevur eftirlit við hesum tølum. Talan er heldur um eina minking av russiskari umskiping í føroyskum havnum, segði Jóhan Simonsen, deildarstjóri hjá Vørn, við Dag og Viku.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2023

3 Leygardagur 03. juni 2023

Andstøðulimir funnust hvassliga at avmarkandi tiltøkunum

Samgongan og landsstýrið fingu ákoyringar frá seliga fólkafloksumboðunum um, hvørjar ætlanirnar eru - serliga møguligar avleiðingar. Uppskotið til fyrstu viðgerð í løgtinginum seinnapartin hósdagin

Tað er Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkismálum, ið eigur uppskotið. Tað er bygt á arbeiðið, ið uttanlandsnevndin hevur gjørt seinastu tíðina (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Uppskot til um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina var til fyrstu viðgerð í løgtinginum seinnapartin hósdagin.

Talan er um víðkaðar heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk móti Russlandi, sum landsstýrið ætlar at seta í verk. Hesar ætlanirnar vórðu kunngjørdar á tíðindafundi á Viðareiði sama morgun.

Talan er um eina, á pappírinum, einfalda broyting, men hon kann hava ymiskar avleiðingar fyri føroyskt vinnulív.

Hetta vístu umboð fyri serliga Fólkaflokkin á ferð eftir ferð - eisini var Bárður á Steig atfinningarsamur, og fyrrverandi løgmaður undraðist á, at núverandi samgonga ikki var veruliga við upp á, at hyggja eftir breiðari semju sum síðsta valskeið.

Jørgen Niclasen segði millum annað, at tað tykiskt sum um, at landsstýrið "bara gjørdi okkurt", tí nakrir danskir politikkarar og Javnaðarfloksins umboð á Fólkatingið løgdu nakað av trýsti á. Ístaðin fyri at gera støðuna hjá Russlandi verri, fór hetta bara at fáa viðurskiftini hjá nøkrum vinnum - serliga í norðurøkinum - verri. Hann spurdi, um norðurøkið "ongan góðan átti" í samgonguni. Eisini vístu Jørgen Niclasen og Árni Skaale á, at ES og onnur lond handla nógvan fisk við Russland framvegis.

Fyrrverandi fiskimálaráðharrin fekk sjálvur atfinningar fyri at hava gjørt ov lítið í fjør, men hann saknaði nú eina greiða ætlan. Jacob Vestergaard var serliga ónøgdur við, at landsstýrið ikki vil gera greitt, um ætlanin er at stegða við fiskivinnusamstarvinum sum heild fyrrenn í heyst.

"Hetta er at halda fyritøkur og familjur fyri spott", varð sagt av tingsins røðarapalli. Hann, eins og fleiri andstøðulimir, stúrdu eisini fyri, at núverandi revsitiltøk kunnu fara at fáa fleri avleiðingar, og at Russland møguliga "svarar aftur".

Viðgerðin var í hálvan triðja tíma, og liggur nú í uttanlandsnevndini. Eitt sindur óvist er, nær onnur viðgerð er á skránni.

Tingfundur er lýstur aftur at vera 12. juni, og tá er framløga á skránni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2023

4 Leygardagur 03. juni 2023

Tyrlusimulatorurin skal vera klárur næsta summar

Atlantic Airways hevur skrivað undir byggiavtalu við MTV-Byggingvirkið. Kontrast hevur teknað bygningin, og íblásturin kemur millum annað frá Lítlu Dímun og Stóru Dímun

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vikuni varð avtala undirskrivað millum Atlantic Airways og MTV-Byggivirkið um bygging av tyrlusimulatorbygninginum á ídnaðarøkinum oman fyri flogvøllin.

MTV-Byggivirkið ger arbeiðið sum heildararbeiðstøku; undirarbeiðstakarar eru Orkuloysnir, LM Electric, Gólvfix og Málameistarin Signar á Fríðufløtum. 

Tað vóru Mortan Vang, stjóri, og Óluva Vang, verkætlanarleiðari, sum skrivaðu undir vegna MTV-Byggivirkið, og Niels Mortensen, nevndarformaður, og Jóhanna á Bergi, stjóri, vegna Atlantic Airways.

- Talan er um eina sera spennandi verkætlan fyri okkum. Hetta er nakað annað enn tað, vit eru von við at byggja, og nakað, sum fer at mynda Føroyar úteftir, og tað er eisini við til, at vit sum byggifyritøka gera vart við okkum, sigur Mortan Vang.

- Vit hava í dag tikið eitt stórt fet á leiðini móti hesum risa framstigið, sum hesin simulatorin er fyri føroyska flogvinnu, umframt at tað verður eitt nýtt vinnuligt bein hjá Atlantic Airways at standa á, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways, sum fegnast um, at skjøtul nú verður settur á byggingina.

Bygningurin, sum verður hitaður við jarðhita, verður smáar 1.500 fermetrar til støddar, og hálvan november í ár verður hangarurin klárur. Tá skal uppsetingin av sjálvum simulatorinum nevniliga í gongd.

Tað er Mayfinn Norðoy frá arkitektafyritøkuni Kontrast, ið hevur teknað bygningin. Íblásturin til bygningin kemur millum annað frá Lítlu Dímun og Stóru Dímun.  

Atlantic Airways Aviation Academy verður klárt at taka ímóti fyrstu tyrluskiparunum í simulatorinum summarið 2024, og sjálvur bygningurin stendur liðugur oktober sama ár.

Simulatorurin er tann framkomnasti simulatorurin til tyrlusimulatorvenjingar, sum eru atkomuligar í dag. Talan er um ein AW139 Reality H Full Flight tyrlusimulator, sum syrgir fyri fyrsta floks ímyndaðari flogvenjing, sum tekur støði í umhvørvinum. Eisini er hetta ein simulator, sum kann venja manningar í sambandi við leiting og bjarging, sum eisini er avgerandi fyri føroysku tyrlumanningina, sum er partur av tilbúgving Føroya alt samdøgrið, alt árið. Tyrluvenjingarnar, sum Atlantic Airways Aviation Academy fer at bjóða, eru harvið ein heildarloysn, sum fevnir bæði um flogskiparar og bjargarar.

Fleiri myndir/tekningar her

[object Object]
Jóhanna á Bergi, Niels Mortensen, Mortan Vang og Óluva Vang

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2023

5

Størv

Grafisk designer till kommunikationsavdelning

Meira Umsóknarfreist: 31. oktober 2024

Speditørur

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

HR-medarbetare med intresse för administrativa arbetsuppgifter

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Fulltikin dekkari til Bakkafoss

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Góðskuleiðari til kryvjivirkið á Strondum

Meira Umsóknarfreist: 25. oktober 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Meira Umsóknarfreist: 27. oktober 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Tvey vísindafólk ella tveir verkfrøðingar til dátuvísindi

Meira Umsóknarfreist: 15. oktober 2024

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum til demensdeildina, Suðurstovu.

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Løgfrøðingur til Sev - endurlýsing

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Nettøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Løgfrøðiligur málsviðgeri við ábyrgd fyri talgildan

Meira Umsóknarfreist: 14. oktober 2024
6 Leygardagur 03. juni 2023

Bústaðir farnir undir at byggja 87 nýggjar íbúðir

Talan er um fýra ymiskar verkætlanir kring landið: Eina í Tórshavn, eina í Fuglafirði, eina í Streymnesi og eina á Toftum. Allar skulu takast í nýtslu innanfyri tvey ár

Talan er um fýra ymiskar verkætlanar: 44 íbúðir við Dalavegin í Tórshavn, 18 íbúðir Úti á Land í Fuglafirði og sjey íbúðir í Streymnesi. Farið verður eisini undir at byggja 18 íbúðir og felagshøli til ein búfelagsskap á Kneysum á Toftum
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Bústaðartrot. Hetta hevur verið nakað, ið hevur fylt nógv í samfelagnum og í samfelagskjakinum seinastu árini. 

Felagið Bústaðir arbeiðir við at fáa skapt fleiri møguleikar, og í løtuni verður arbeitt við at fáa 87 nýggjar íbuðir tøkar kring landið. 

Talan er um fýra ymiskar verkætlanar: 44 íbúðir við Dalavegin í Tórshavn, 18 íbúðir Úti á Land í Fuglafirði og sjey íbúðir í Streymnesi. Farið verður eisini undir at byggja 18 íbúðir og felagshøli til ein búfelagsskap á Kneysum á Toftum.

[object Object]

Tekning av verkætlanini við Dalavegin í Tórshavn (Henning Larsen North Atlantic)

Um ta størstu av hesum verkætlanunum skriva Bústaðir, at tað fyri nøkrum árum síðani varð keypt eina trøð við Dalavegin í Havn. Síðani hevur verið roynt í fleiri umførum at ment eina íbúðaverkætlan fyri økið, og nú er avtala gjørd við byggivirkið HVT um at byggja verkætlanina, sum í alt fevnir um 44 búeindir. Talan verður um seks túnbýlingar við 6-8 búeindum í hvørjum. HVT er byrjað arbeiðið, sum væntandi verður liðugt um tvey ár.

Verkætlanin Úti á Land í Fuglafirði hevur verið ávegis í eina tíð, og í síðstu viku varð kunnjgørt at Bústaðir hava gjørt avtalu við smápartafelagið Toftanes 2 og Fuglafjarða kommunu, um at Bústaðir gera verkætlanina við 18 íbúðum lidna. Byggivirkið TN Bygging kemur saman við SEVE at byggja íbúðarbygningin, sum væntandi verður liðugur næsta summar. 

[object Object]
Bústaðir skulu gera verkætlanina Úti á Land í Fuglafirði lidna (Mynd: fuglafjordur.fo)

Farið verður eisini undir at byggja sjey íbúðir á einum grundøki, sum Bústaðir eiga ovarlaga í Streymnesi.

- Talan verður um íbúðir, sum eru líkar teimum, sum fyrr í ár vórðu tiknar í brúk við Steigarbrekku í Sandavági. Eins og í Sandavági verður tað byggivirkið Norðhus og SEVE, ið koma at byggja. Næsta summar verður væntandi klárt at flyta inn í íbúðirnar.

Á einum øki Á Kneysum norðan fyri kommunuskrivstovuna hjá Nes kommunu hava Bústaðir, saman við Almannaverkinum, ment eina verkætlan til ein búfelagsskap. Har fer byggivirkið KBH at byggja ein bygning í trimum hæddum við 18 íbúðum á 50 fermetrar og felagshøli. Væntandi verður bygningurin liðugur á sumri 2025.

Við hesum fýra verkætlanunum er samanlagt talan um 87 nýggjar íbúðir, sum fara at verða tiknar í nýtslu komandi tvey árini. Hetta umframt tær, sum í løtuni verða bygdar, skriva Bústaðir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2023

7 Leygardagur 03. juni 2023

Heilsutrygd: 1870 fer framhaldandi at svara

Læknavaktin verður ikki longur staðsett á Landssjúkrahúsinum, men har sum vakthavandi læknin er

Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir at samráðingarnar millum Kommunulæknafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið ikki bóru á mál, hevur Kommunulæknafelag Føroya valt at gera tillagingar í Læknavaktini 1870.

Í hesum sambandi boðaði Kommunulæknafelagið frá broytingum í tænastuni, sum skulu koma í gildi frá hósmorgninum, 1. juni 2023.

Ein grundleggjandi broyting var, at 1870 ikki fór at verða nýtt framyvir, men heldur ymisk nummur, alt eftir hvør dagur tað er, og nær á degnum tað er. Hetta hevur skapt ónøgd millum borgarar og onnur.

Hetta kundi tulkast sum ónøgd hjá Kommunulæknafelagnum, sum hevur koyrt skipanina uttan ein sáttmála seinastu tvey árini. Hósdagin boðaði Heilsutrygd frá nøkrum øðrum í tíðindaskrivinum

- Læknavaktin svarar framvegis á telefon nr. 1870, og tað ber eisini til at ringja á tey telefonnummur, sum Kommunulæknafelagið hevur upplýst. Í fyribilsskipanini verður altíð ein kommunulækni á vakt í meginøkinum. Skipan við koyrivakt heldur fram í Suðuroy og Sandoy.

Sambært Kringvarpinum er hetta eftir, at Margit Stóra, landsstýriskvinna við heilsumálum, er komin í málið. Hon finnur seg ikki í, at farast skal til eina skipan, har meira enn eitt nummar skal nýtast til hesa grundleggjandi tænastuni. Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, sigur við KVF, at tíverri verður tænastan ikki eins góð, og mælir til at partarnir fara til borðið aftur. 

Tað verður soleiðis framyvir, at læknavaktin ikki longur verður staðsett á Landssjúkrahúsinum, men har sum vakthavandi læknin er.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2023

8 Leygardagur 03. juni 2023

Ferð kom á nýggju ravmagns-bussarnar

Hátíðarhald við hornblástri og røðu var í Steinatúni tá gongd varð sett á reyðu bussarnar á leið 4 við grønari framdrift

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mikudagin var gongd sett á teir báðar nýggju ravmagnsbussarnar, sum nú skulu røkja leið 4 hjá Bussleiðini í Havn.

Hátíðardámur var í Steinatúni fyrrapartin, tá bussarnir fóru avstað á fyrsta sinni. Havnar hornorkestur spældi, og borgarstjórin helt røðu.

Nýggjur sáttmáli um Bussleiðina varð undirskrivaður í apríl í fjør. Sáttmálin er galdandi frá  januar í ár til og við desember 2031. Avtalað varð tá at keypa 15 nýggjar dieselbussar og 2 nýggjar elbussar at reka bussleiðina við frá 2023. Avtalað varð at koyra við elbussum á leið 4.

Og á býráðsfundi í apríl í fjør varð eisini samtykt, at umleggingin av allari bussleiðini til grøna orku skal fremjast seinast í 2027. Royndirnar við at brúka elbussar á leið 4 koma at vera ein týðandi partur av grønu umleggingini hjá kommununi næstu árini, kunnaði Heðin Mortensen um í røðu síni.

- Ætlaða loysnin er tíðarrøtt og besta lopfjølin til eina grøna loysn. Við hesi loysnini kunnu vit leggja um til grønar bussar, sohvørt vit eru klár, júst tí, at dieselbussarnir eru umsetiligir. Tað er ongin trupulleiki at sleppa av við teir.

- Royndirnar við at brúka elbussar á leið 4 koma at vera ein týðandi partur av grønu umleggingini hjá kommununi næstu árini, segði Heðin Mortensen.

Meira burtur úr røðuni og fleiri myndir á heimasíðuni hjá kommununi  

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2023

9 Leygardagur 03. juni 2023

Klaksvíkin spennir seg út til norðoyastevnu

Kommuna, feløg og handlar hava spent seg út at gera norðoyastevnuna um vikuskiftið so góða sum møguligt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sólin hevur skinið oman og niðan seinastu dagarnar, og tað ber boð um eitt stevnuvikuskifti við góðveðri.

Nógv er á skrá hesar dagarnar og bæði kommuna, feløg og handlar hava spent seg út at gera tað so gott sum møguligt. Ein rúgvusmikil skrá er at finna á klaksvik.fo og á Facebooksíðuni hjá Norðoya kunningarstovu.

Úr rúgvuni leygardagin er milum annað:

Á Biskupstorginum bjóðar Banknordik morgunmat frá kl 09.30 til kl. 11 tá setanin av Norðoystevnuni verður. Tað er borgarstjórin, Karl Johansen, sum setur Norðoyastevnuna við hátíðarligu tónunum frá Klaksvíkar Hornorkestri.

Seinnapartin verður grillin tendra á Biskupstorginum við moyrum stevnubúffum við alskyns góðum afturvið. Anfinn og Co koma á pallin um 18 tíðina, og uttan iva fara við at øll at stemma í «nei nei nei útsalg útsalg, ikki aftur útsalg».

Kappróðurin sum setur gongd í stevnuhýrin, serligu tónarnar frá sanginum knýttur at vinnandi bátunum og sum øll duga at syngja við til er í KvF og setur veruligan dám á stevnuna.

Út á leygarkvøldið verða tvær stovukonsertir, tann eina kl. 21 við navnframa Marius Ziska í gomlu húsunum hjá Einar Waag eldra har bæði mjúku tónarnar frá Marius og okkurt gott sum verður bjóða at leska sær við stimbrar sansirnar – ein lekkur heildaruppliving sum ikki má fara framvið. Avmarkað atgongd til 25 pláss. Atgongumerki keypast á Visit Norðoy.

Seinna stovukonsertin verður í søguliga Nólsoyar Pálshúsinum har okkara hugaheimur verður fyltur av góðum minnum knýtt at legendariska tónleikinum hjá Vestmonnum, ein konsert har tónleikur, umhvørvi í søguliga húsinum og lekri føroyski breyðviðskerin gongur upp í eina størri heild. Her er eisni avmarkað atgongd til 48 pláss. Atgogumerki fáast á Visit Norðoy.

Seinni um um kvøldið verður kyndlagonga, røða í Vágstúni við Anfinni Heinesen leiðara í mentanarhúsinum og tónleikur frá Klaksvíkar Hornorkestri og fýrverk.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2023

10 Leygardagur 03. juni 2023

Maria Skaalum Petersen leiðari á nýggjari granskingareind

Hon skal standa á odda fyri nýggju Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum

(Mynd: Leit/Finnur Justinussen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Maria Skaalum Petersen er sett sum leiðari á nýggju Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

Maria hevur seinastu 15 árini starvast sum heilsugranskari í Føroyum. Seinastu árini sum leiðari, har hon m.a. hevur verið granskingarleiðari á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi og eisini starvast sum leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking.

Í Sjúkrahúsverkinum fegnast vit um, at vit hava fingið Maria við í arbeiðið at menna heilsugranskingarøkið í Sjúkrahúsverkinum, og vit ynskja henni hjartaliga til lukku við starvinum.

Maria Skaalum Petersen byrjar í starvinum sum leiðari á Heilsugranskingareindini 1. juli 2023.

Ætlanin við Heilsugranskingareindini er at savna heilsugransking á einum stað fyri at fáa eitt granskingarumhvørvi, har heilsugranskarar hava møguleika fyri at sparra saman, deila vitan og royndir og á tann hátt fáa eina sínámillum synergieffekt. Á henda hátt ber til at lyfta heilsugranskingina í Føroyum upp á eitt enn hægri støði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2023

11 Leygardagur 03. juni 2023

Trygd skal hava nýggjan stjóra

Brian Smedemark, sum seinastu fimm árini hevur verið stjóri í Trygd, tekur í næstum við sum rakstrarstjóri í BankNordik

Brian Smedemark (Mynd: Trygd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Brian Smedemark, sum seinastu fimm árini hevur røkt stjórastarvið í Trygd, fer í næstum at taka við nýggjum starvi sum rakstrarstjóri í BankNordik. Tískil skal Trygd hava nýggjan stjóra, sigur tryggingarfelagið á heimasíðuni.

Starvið er lýst leyst, og ætlandi verður nýggjur stjóri settur í summar. Brian Smedemark heldur fram sum stjóri í Trygd, til nýggi stjórin er funnin. 

Í tíðarskeiðinum sum stjóri í Trygd hevur Brian Smedemark staðið á odda fyri at menna nýggjar tænastur til kundarnar, og hann hevur harumframt rokkið góðum úrslitum. Tað er sostatt ein væl rikin og nýhugsandi fyritøka, ið nú skal hava nýggjan stjóra, sigur Trygd.

Sum rakstrarstjóri í BankNordik-samtakinum, fer hann at standa á odda fyri at menna kundavenda virksemið hjá samtakinum í Føroyum og Grønlandi. Brian er samstundis partur av samtaksleiðsluni, og fer frameftir at hava ein týðandi leiklut í framhaldandi menningini av samtakinum á øllum marknaðum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2023

12 Leygardagur 03. juni 2023

Tjúgu næmingar úr Ukraina hava lokið undanskeið í føroyskum

Móttøkuflokkurin er fyrsta stigið á leiðini hjá næmingunum úr Ukraina at læra føroyskt, og hava hesi havt undirvísing tríggjar ferðir um vikuna síðani februar

Umframt sjálva undirvísingina hevur nógv verið gjørt burtur úr at skapa góðan trivna og felagsskap. Heidi Vinther hevur verið undirvísari. Aftrat sær hevur hon havt Slavu Turchynets, sum hevur virkað sum tulkur (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var hátíðardámur á kvøldskúlanum hósdagin, tá ið 20 næmingar úr Ukraina fingu handað prógv frá Jógvani Sørin Hansen, leiðara á Tórshavnar Kvøldskúla. Tey hava lokið undanskeið í føroyskum sum annaðmál.

Nógvir ukrainar eru komnir til landið, sum avleiðing av krígsstøðuni í heimlandinum. Tað hevur verið lagdir dentur á, at tað skal vera góður møguleiki hjá teimum at læra føroyskt. Hetta er umráðandi partur av integratiónini.

Ein sonevndur móttøkuflokkur hevur havt undirvísingina síðani februar 2023. Undirvíst hevur verið tíggjar dagar um vikuna, og næmingarnir hava staðið seg avbera væl, sigur Heidi Vinther, sum hevur verið undirvísari og er ógvuliga errin av næmingunum. Aftrat sær hevur hon havt Slavu Turchynets, sum hevur virkað sum tulkur.

- Umframt sjálva undirvísingina hevur nógv verið gjørt burtur úr at skapa góðan trivnað og felagsskap. Næmingarnir hava hugnað sær óført, og við hátíðarløtuna fyrrapartin varð ein filmur sýndur, sum tey hava gjørt, ið vísir tíðarskeiðið frá februar til nú og tað stóra virksemið, sum hevur verið. Eisini sungu tey ein sang - á føroyskum.

Móttøkuflokkurin er fyrsta stigið á leiðini hjá næmingunum úr Ukraina at læra føroyskt. Næsta stigið, um næmingarnir ynskja tað, er at tekna seg til vanligu undirvísingina í føroyskum sum annaðmál. Tann tilmeldingin byrjar í august.

[object Object]Næmingarnir syngja á føroyskum (Mynd:torshavn.fo)

[object Object]Heidi Vinther hevur verið undirvísari og er ógvuliga errin av næmingunum. Aftrat sær hevur hon havt Slavu Turchynets, sum hevur virkað sum tulkur.
(Mynd: torshavn.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2023

13 Leygardagur 03. juni 2023

Rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum øktar við 34 milliónum

Livikostnaðirnir hjá føroyingum eru ikki bert øktir av inflasjón hetta seinasta árið, men eisini av rentuhækkingum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Rentuútreiðslurnar hjá føroysku sethúsaeigarunum eru øktar góðar 34 milliónir krónur í 2022 í mun til í 2021. Verður rentustuðulin drigin frá svarar tað til 22 milliónir krónur. Tað er ein vøkstur á 12 prosent í mun til tað, sum var goldið av rentum á bústaðarlánum í 2021.

Renturnar eru hækkaðar støðugt í 2022, og tað er fyrstu ferð, at renturnar eru hækkaðar í mong ár. Árliga broytingin í miðalrentuni á bústaðarlánum hjá føroysku húsarhaldunum var 0,89 prosentstig í januar 2023 í mun til januar 2022.

Í januar 2022 var miðalrentan 2,61 prosent á bústaðarlánunum í føroysku bankunum og donsku realkredittstovnunum tilsamans, og í januar 2023 var miðalrentan 3,5 prosent; hon er sostatt økt 0,89 prosentstig.

Rentuútreiðslurnar hjá føroysku sethúsaeigarunum eru øktar góðar 34 milliónir krónur í 2022 í mun til í 2021, sum svara til 22 mió. kr. tá ið rentustuðulin er drigin frá. Tað er ein vøkstur á 12 prosent í mun til tað, sum var goldið í rentum á bústaðarlánum í 2021.

Sostatt eru livikostnaðirnir hjá føroyingum ikki bert øktir av inflasjón hetta seinasta árið, men eisini av rentuhækkingum.

[object Object]

Mynd 1 Rentan er økt lutfalsiga nógv

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2023

14
Leygardagur 03. juni 2023

Sjósílaverkætlanin heldur fram

Aftur í ár heitir Fiskaaling á sílafiskarar um at taka lut í sjósílaverkætlanini og senda brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum av sílum – øll, ið taka lut eru við í lutakasti um 10.000 krónur

(Mynd: Fiskaaling)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Aftur í ár heitir Fiskaaling á sílafiskarar um at taka lut í sjósílaverkætlanini, ið er stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelagi.

Øll, ið hjálpa til við kanningini, eru við í lutakasti um 10.000 skattafríar krónur. Fyri at vera við í lutakastinum krevst einans, at luttakarar senda brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum av sílum til Fiskaaling.

Fiskaaling brúkar upplýsingarnar og roðsluroyndirnar til at gera skrásetingar og nærri kanningar, sum eru við til at økja um vitanina um føroysku sjósílini. Lutakastið verður í desember, og drigið verður millum allar innkomnu brævbjálvar, skrivar Fiskaaling.

Fiskaaling hevur framleitt serligar brævbjálvar til verkætlanina. Teir fáast ókeypis kring landið á hesum støðum: Magn, Trongisvágur; Hjá Rólant, Sandur; Jógvan Weihe, Tórshavn; Effo, Kollafjørður; Effo, Skálafjørður; Stanley, Norðskáli; og Berglon, Klaksvík.

Luttakarar kunnu eisini skriva navn og bústað til [email protected], so senda tey brævbjálvar, skrivar Fiskaaling. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2023

15 Leygardagur 03. juni 2023

ALS hevði eitt avlop á slakar 25 milliónir í fjør

Hetta er nógv minni enn í 2021. Orsøkin er, at ALS hevði 113,1 milliónir krónur í missi av virðisbrævaognunum. Arbeiðsloysi í Føroyum í fjør var metlágt og tað lægsta í Evropa

Útgjøldini av vanligum arbeiðsloysisstuðli minkaðu við 14,7 millónum krónum úr 43,5 milliónum niður í 28,8 milliónum krónur
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ársroknskapurin hjá ALS fyri 2022 varð samtyktur av stýrinum fyri ALS í farnu viku, og hann vísir eitt avlop á 24,9 mió. krónur. Hetta er væl minni, enn tað var árið frammanundan, tá avlopið var 134,1 milliónir krónur.

Orsøkin er, at ALS hevði 113,1 milliónir krónur í missi av virðisbrævaognunum. Eginognin er nú komin upp á 1.107 milliónir krónur.

Arbeiðsloysið í Føroyum var metlágt í 2022

Í miðal fyri alt árið var arbeiðsloysið bara 0,8 prosent, sum er tað lægsta nakrantíð í Føroyum. Níggjanda árið á rað var arbeiðsloysið í Føroyum í 2022 tað lægsta samanborið við onnur lond í Evropa, og var í 2022 eitt tað lægsta yvirhøvur í øllum heiminum. Tað var bara í teimum trimum londunum, Kambodja, Katar og Niger, at arbeiðsloysið í fjør var lægri, enn tað var í Føroyum.

Lága arbeiðsloysið, nógva virksemið og høgu lønargjaldingarnar síggjast aftur í inn- og útgjøldunum hjá ALS.

ALS-gjaldið var óbroytt, 1 prosent, í 2022, og samlaðu inngjøldini í 2022 vóru 221,3 milliónir krónur, í mun til 208,3 millónir krónur árið fyri. Vøksturin stavar frá, at samlaðu lønargjaldingarnar vóru hægri í 2022 í mun til 2021.

Samlaðu útgjøldini eru støðugt minkaði síðani 2011, tá ALS rindaði 308,4 milliónir krónur í arbeiðsloysisstuðli. Í 2022 vórðu 62,5 milliónir krónur rindaðar í stuðli.

Útgjøldini av vanligum arbeiðsloysisstuðli minkaðu við 14,7 millónum krónum úr 43,5 milliónum niður í 28,8 milliónum krónur. Hinvegin vuksu útgjøldini úr fiskavirkisskipanini úr 24,4 milliónum krónum upp í 25,6 millónum krónur.

Útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini er harvið nærum líka stórt sum útgjaldið av vanligum arbeiðsloysisstuðli. Í desember mánaði 2022 var nærum tvífalt so nógv goldið í arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini sum úr vanligu skipanini.

Skiftisavlopið – tað er munurin millum samlaðu inngjøldini og samlaðu útgjøldini – gjørdist eitt avlop á 159,6 milliónir krónur í mun til 132,4 milliónir í 2021.

Starvsfólkakostnaðirnir hækkaðu við 473.00 krónum, sum svarar til eina hækking á trý prosent, sum er á leið tað, sum sáttmálalønirnar hækkaðu.

Tað er vorðið alsamt bíligari at reka ALS hesi seinastu nógvu árini. Samlaðu rakstrarkostnaðirnir vóru 4,3 mió. krónur í 2022, sum er 375 tús. krónur minni enn árið fyri.

Rakstrarkostnaðirnir í 2022 vóru teir lægstu síðani 1995 – í 27 ár – og samanborið við rakstrarkostnaðirnar hjá donskum a-kassum, so var ALS aftur í 2022 væl bíligari enn donsku a-kassarnir at reka.

Samlaðu virðisbrævaognirnar vuksu við 23,8 mió. krónum og vóru 1.059,3 milliónir krónur við árslok í  2022.

Mikið órógv hevur verið á altjóða fíggjarmarknaðunum í 2022. Stórar príshækkingar vóru í farna ári, og í eini roynd at tálma príshækkingunum, hækkaðu miðbankarnir renturnar. Prísirnir á bæði parta- og lánsbrøvum lækkaðu, og fyri ALS hevði tað við sær, at avkastið var negativt, minus 10,7 prosent. Tað merkir, at samlaði missurin var 113,1 millónir krónur.

Tað er ein minking á stívliga 136 milliónir krónur í mun til 2021.

Ársúrslitið í 2022 var eitt avlop á 24,9 milliónir krónur, sum er 109,2 milliónir krónur minni enn í 2021.

Við árslok var eginognin 1.107 milliónir sum er tað mesta í søgu ALS.

- Hóast stóra fíggjarmissin og hóast ársúrslitið var munandi verri enn undanfarna ár, eru stýrið og stjórn nøgd við úrslitið. Bæði skiftisavlopið og úrslitið áðrenn fíggjarpostar var munandi betur í mun til árið fyri, og tað fegnast vit um. Við avlopinum í 2022 er Arbeiðsloysisskipanin styrkt enn meira, langtíðarhaldførið er tryggjað, og skipanin er fíggjarliga væl fyri at standa ímóti bakkøstum, sum kunnu koma, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri hjá ALS.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2023

16 Leygardagur 03. juni 2023

Tólv verkætlanir hava fingið tilsamans yvir átta milliónir til gransking

33 umsóknir vóru fyri samanlagt góðar 30 milliónir krónir. Sjey kvinnur og fimm menn fingu stuðul frá Granskingarráðnum hesaferð

Tey, ið fingu mest, fingu nakað yvir 800.000 krónur. - Nevndin fegnaðist um, at støðið á umsóknunum í ár var sera høgt. Hetta hevur verið gongdin seinnu árini og boðar frá góðari menning í granskingarumhvørvinum (Mynd: gransking.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tólv verkætlanir hava fingið tilsamans góðar 8,2 milliónir krónur í stuðli frá Granskingarráðnum, boðaði Granskingarráðið frá í vikuni. 

21 umsøkjarar vóru helst nakað vónbrotnir, tí heili 33 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar. Søkt varð um góðar 30 milliónir krónur, og gransking.fo upplýsir, at ein lítil minniluti av teimum tólv eru ph.d.-verkætlanir, og at beint yvir helmingurin av teimum, ið fingu stuðul, eru kvinnur. 

- Av teimum 12 verkætlanunum eru fimm ph.d.-verkætlanir. Av verkætlanarleiðarunum eru fimm menn og sjey kvinnur. 7,5 milliónir krónur vóru tøkar á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til gransking í ár. Játtanin hevur verið óbroytt í fleiri ár. Avlop frá lidnum og steðgaðum verkætlanum varð játtað aftur, tí var samlaða játtanin um 8,2 milliónir krónur.

Fýra umsøkjarar fingu 800.000 krónur ella fleiri. Tað er faknevndin fyri stuðli til gransking, sum hevur gjørt av, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast. Tey hava grundað avgerðirnar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.

- Nevndin fegnaðist um, at støðið á umsóknunum í ár var sera høgt. Hetta hevur verið gongdin seinnu árini og boðar frá góðari menning í granskingarumhvørvinum.

Her sæst yvirlit yvir verkætlanirnar, sum stuðul er latin til:

Tórur Sjúrðarson: "Ávirkan av viðgerð við statinum á tillagingar til kropsliga venjing hjá sjúklingum í statin-viðgerð"
Verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum - 875.000 kr.

Vár Honnudóttir: ”Sosialur ójavni í heilsu í Føroyum”
Ph.d.-verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum og Fólkaheilsustýrinum – 585.000 kr.

Eina H. Eliasen: ”Forsagnir og fylgir av at eldast. 3. kanning av føroysku sjeytiára kohortuni”
Verkætlan í Granskingareindin í Sjúkrahúsverkinum – 650.000 kr.

Elsa Helmsdal: ”Kanning av kunningini tey seinastu 40 árini viðvíkjandi dálkingarevnum í grind”
Ph.d.-verkætlan í Granskingareindin í Sjúkrahúsverkinum og á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum – 480.000 kr.

Arnfinnur Kallsberg: ” Sjúkuelvandi serotypir av Pneumokokkum og broyting í berara- og sjúkutíttleika hjá børnum í Føroyum”
Ph.d.-verkætlan hjá Thetis og Roskilde Universitet – 650.000 kr.

Sonja Olsen: ” Skiftið frá dagstovni í skúla og tey krøv og sýn uppá læring, sum føroysk børn møta í skiftinum.”
Ph.d.-verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – 500.000 kr.

Rob Thomas: ” Kanning av sjófugli í Atlantshavi - Hvørji árin kunnu ljósdálking og virksemi á sjógvi hava á náttarvirknan sjófugl í Landnyrðingsatlantshavi?”
Verkætlan á Cardiff University and Eco-explore Community Interest Company í samstarvi við Umhvørvisstovuna – 610.000 kr.

Debes H. Christiansen: “RASPOX – Heilgenom-sekvensering av laksakoppavirus”
Verkætlan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni – 630.000 kr.

Karin Margretha Húsgarð Larsen: ”Thermohalina rákið gjøgnum føroyskt sjóøki”
Ph.d.-verkætlan á Havstovuni, DMI og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – 860.000 kr.

Óluva R. Eidesgaard: “Kanningar av grundvatns-menningarmøguleikum í Føroyum”
Verkætlan á Jarðfeingi – 735.000 kr.

Birgitta Andreasen: “Atkomuligur botnfellismyndil til betri umhvørvisráðlegging”
Verkætlan á Fiskaaling – 800.000 kr.

Knud Simonsen: “Kortleggjan av økjum við ódligum rák-aldu samanspæli í Føroyum”
Verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – 855.000 kr.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2023

17
Leygardagur 03. juni 2023

Broytingar í kunngerðum um norðhavssild, svartkjaft og makrel

Fyri makrel og norðhavssild snúgva broytingarnar seg fyrst og fremst um at dagføra endaligu kvoturnar fyri 2023. 54.000 tons av ófiskaðari makrelkvotu í 2022 verða flutt til at vera fiskað í ár

Øll, sum hava makrelrættindi í 2023, kunnu fáa loyvi at fiska av felagskvotuni. Hetta er treytað av, at allar eginkvotur av makreli, tillutaðar sambært kunngerðini í 2023, eru fiskaðar
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur sent uppskot um broytingar í kunngerðunum um norðhavssild, svartkjaft og makrel til ummælis.

Fyri makrel og norðhavssild snúgva broytingarnar seg fyrst og fremst um at dagføra endaligu kvoturnar fyri 2023.

Í makrelkunngerðini er eisini ein broyting, at góð 54.000 tons av ófiskaðari makrelkvotu í 2022 verða flutt til at vera fiskað í ár. Flutta nøgdin verður latin skipum sum felagskvota við hámarki. Hámarkið fyri hvørt skipið er 4.500 tons.

Øll, sum hava makrelrættindi í 2023, kunnu fáa loyvi at fiska av felagskvotuni. Hetta er treytað av, at allar eginkvotur av makreli, tillutaðar sambært kunngerðini í 2023, eru fiskaðar.

Harafturat eru reglurnar, sum loyva skipum at flyta upp til 10 prosent av norðhavssild, svartkjafti ella makreli millum ár, dagførdar.

Uppskotini eru til ummælis fram til 9. juni 2023

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2023

18 Leygardagur 03. juni 2023

Eydnaðist ikki hjá Jens Marna

Jens Marni Hansen royndi seg í gjárkvøldið í finaluni í "Stjerneklar" á DR1 hjá Danmarks Radio. Dómararnir lótu væl at, men hyggjarin avgerð, og valdi ein annan sum vinnara

(Skíggjamynd: DR)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað eydnaðist ikki Jens Marna Hansen at fara avstað við øllum, tá finalan í sangkappingini "Stjerneklar" var á DR1 fríggjakvøldið.

Jens Marni hevur verið á Team Bryan Adams, og hyggjararnir valdu at senda føroyingin víðari heldur enn ein av hinum báðum á liðnum.

[object Object](Skíggjamynd: DR)

Í finaluni sang Jens Marni lagið "Everything I Do", og tað má sigast at ganga væl.

- Eg havi nærum ikki orð. Tað var veruliga vakurt, og eg elski tína rødd, segði ein av dómarunum, Barbara Moleko.

Men tað eru hyggjararnir sum avgera hvør vinnur, og tað bleiv Rene, sum sang "Kvinde min" hjá Kim Larsen, sum fór avstað við fyrsta plássinum.

[object Object]Rene á Team Kim Larsen stóð eftir sum vinnari av "Stjerneklar" (Skíggjamynd: DR)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2023

19 Leygardagur 03. juni 2023

Fyrstu føroysku kryptofrímerkini

Sum tað fyrsta norðurlendska postverkið gevur Posta út kryptofrímerki. Frímerkini verða givin út undir heitinum Stamps of Maybe. Undansølan byrjaði í gjár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Frímerkini, sum verða givin út í avmarkaðari nøgd, sameina fyri fyrstu ferð nakrantíð oracle blockchain-tøkni við bergtakandi sniðum av teimum fýra árstíðunum. 

Nakað heilt serligt
Tað, sum ger Stamps of Maybe forkunnug, er, at tey brúka blockchain oracle-tøkni, sum í hesum føri eru veðurdátur frá Veðurstovu Føroya. Hesar dátur ávirka, hvussu talgilda myndin fer at síggja út. Tað ger upplivingina fyri savnarar og onnur áhugað serstaka, greiðir Lea Leitisstein Sørensen, verkætlanarleiðari, frá:

- Tú ognar tær eitt vakurt frímerki, og aftur at tí fært tú eitt slag av váttan um, at tú eigur eina ávísa talgilda mynd. Tá ið tú virkir hana, so er tað føroyska veðrið í júst hesi løtu, sum avger, hvussu serstøk tín mynd er. Sostatt kanst tú halda eyga við sjáldsemi og velja ta røttu løtuna at virkja títt kryptofrímerki á netinum.

- Kryptofrímerkini eru eitt stórt stig fram fyri savnarar og onnur áhugað. Kryptofrímerkini eru tey allarfyrstu av sínum slag. Ein fyrstaútgáva er altíð heilt serlig. Tí síggja vit eisini longu, at áhugin er stórur. Áhugin tykist vera stórur millum føroyingar, frímerkjasavnarar og eisini tey, sum eru áhugað í NFT-list,” sigur Ingun N. Olsen, leiðari á frímerkjadeildini á Posta.

Heiðrik á Heygum sniðgivið
Heiðrik á Heygum hevur sniðgivið tey fýra kryptofrímerkini, sum mynda tær fýra árstíðirnar. Hetta ger hann við fýra vøkrum myndakollasjum, ella tyssum, sum mynda hvør sína árstíð.

Í hvørjum tyssi eru bæði blómur og annar vøkstur umframt fuglur ella fenaður. Føroyingar hava altíð verið knýttir at náttúruni og tí tilfeingi, sum náttúran gevur okkum, og tað vísa hesar myndirnar á. 

Eitt serligt ár fyri frímerkir frá Posta
Føroysk frímerkir eru kend fyri at vera nýhugsandi, og við hesum serstøku frímerkjum flyta vit tey siðbundnu frímerkini inn í talgilda heimin. Fyrsta NFT-frímerkið kemur út sama ár, sum Posta hátíðarheldur frímerki nr. 1000. Í dag, 2. juni kl. 10, byrjar undansølan á StampsofMaybe.fo.

Hvussu gert tú so?
Kryptofrímerkið hevur eina QR-kotu – við hesari virkir tú tann talgilda tvíburan ella ta talgildu myndina, sum hon eisini kallast. Hvussu tann talgildi tvíburin kemur at síggja út veldst um veðrið ta løtuna, tú virkir. Eisini ber til at nýta preview-funkuna. Soleiðis kanst tú bíða eftir røttu løtuni. T.d. er vetrarfrímerkið tongt at avfallinum í Føroyum, so nøgdin av avfalli og løtan, tú virkir, eru við til at avgera, hvussu sjáldsamt frímerkið er.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2023

20 Leygardagur 03. juni 2023

Skal umboða Føroyar í PanArcticVision

PanArcticVision er atljóða tónleikakapping við íblástri úr Eurovision, har føroyingar kunnu luttaka undir egnum flaggi. Guðrið skal framføra "Blátt myrkur" í Norðurnoregi 12. august

"Blátt myrkur" er av nýggjastu tónleikaútgávu hjá Guðrið Hansdóttir, sum vann Ársins Útgáva á FMA. Hon hevur sjálv skrivað tónleikin, og Lív Maria Róadóttir Jæger, sum bæði er rithøvundur og yrkjari, hevur skrivað tekstin (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú er greitt, hvør verður føroyska umboðið til nýggju tónleikakappingina PanArcticVision. Tað verður Guðrið Hansdóttir, ið fer at umboða Føroyar við sanginum "Blátt myrkur", tá kappingin á fyrsta sinni fer av bakkastokki hin 12. august í Norðurnoregi.

Guðrið Hansdóttir er bæði sangarinna og sangskrivari, er hon væl kend í Føroyum. Hon er somuleiðis virkin á altjóða tónleikapallinum. Hon hevur útgivið seks soloútgávur, har tann nýggjasta fekk heiðurin Ársins útgáva á Faroese Music Awards 2023.

Guðrið Hansdóttir er eisini partur av vokalkvintettuni KATA og er somuleiðis onnur helvtin av elektropop-bólkinum BYRTA. Tónleikur hennara er ein blandingur av so ymiskum tónleikagreinum sum poppi, fólkatónleiki, og minimalistiskum elektroniskum tónleiki, og íblásturin fær hon m.a. úr norðurlendskum poppi og amerikonskum fólkatónleiki.

Guðrið fer á pall á PanArcticVision við sanginum "Blátt myrkur", sum er úr hennara nýggjastu tónleikaútgávu. Hon hevur sjálv skrivað tónleikin, og Lív Maria Róadóttir Jæger, sum bæði er rithøvundur og yrkjari, hevur skrivað tekstin. Hegnisliga samspælið millum tónleik og tekst var eitt av tí, sum dómsnevndin beit merki í, tá hon valdi, hvør skuldi umboða Føroyar í PanArcticVision-kappingini.

Føroyska dómsnevndin er: Glenn Larsen: leiðari á Faroe Music Export (FMX), Jasmin Mote: tónleikari (listanavn: Jazzygold) og Eyðfinn Jensen: samskipari á tónleikaøkinum hjá Kringvarpi Føroya.

PanArcticVision

PanArcticVision er nýggj, atljóða tónleikakapping, sum hevur sín íblástur úr Eurovision. Tó er ein ávísur munur fyri føroyskar tónleikarar: Til Eurovision kunnu teir ikki kappast undir egnum flaggi, men tað kunnu teir á PanArcticVision.

Hugsanin handan PanArcticVision-kappingina er at varpa ljós á tónleikamentanina kring Arktis, umframt á ymisku málini, eyðkennini og mentanirnar í økjunum. Fyrsta PanArcticVision-kappingin verður 12. august 2023 á Varangerfestivalinum í Vadsø í Noreg, og hon verður stroymd beinleiðis í Norðurlandahúsinum í Føroyum.

Kappingin er løgd til rættis av listabólkinum NORDTING/ The Northern Assembly í samstarvi við Varangerfestivalin í Vadsø.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2023

21 Leygardagur 03. juni 2023

Danska stjórnin brúkar 143 milliardir uppá verjuna næstu tíggju árini

Stjórnin legði í vikuni uppskot um nýggja verjuavtalu fram

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Troels Lund Poulsen, virkandi danskur verjumálaráðharri, legði týsmorgunin fram uppskot til nýggja verjuavtalu.

Lagt verður upp til at verjan næstu tíggju árini fær 143 milliardir. Í ár verða 6,7 milliardir krónur settar av, og í 2032 er upphæddin komin upp á 19,2 milliardir krónur.

- Vit standa á einum søuligum verju og trygdarpolitiskum vegamóti. Tað er kríggj í Evropa, og vit kunnu ikki longur tak frið fyri givið. Hetta er eitt søguligt lyft, fyri at vit skulu standa sterkari í álvarsomu, nýggju hóttanarstøðuni, sum vit hyggja inn í nú og í framtíðini, segði virkandi verjumálaráðharrin.

- Tí er tað eisini eitt framsøkið uppskot sum stjórnin leggur fram, segði Troels Lund Poulsen um ætlanina at brúka 143 milliardir krónur næstu tíggju árini.

Av teimum 143 milliardunum skulu 105 milliardir brúkast til nýggjar verju og trygdarpolitiskar raðfestingar, skrivar dr.dk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2023

22 Leygardagur 03. juni 2023

Erdogan fekk fimm ár afturat

Við góðum 52 prosentum av atkvøðunum varð Erdogan afturvaldur til forseta í Turkalandi – norski forsætisráðharrin væntar, at Turkaland nú fer at góðkenna umsóknina hjá Svøríki um Nato-limaskap

Recep Tayyip Erdogan varð í gjárkvøldið afturvaldur til forseta í Turkalandi (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnudagin varð turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan afturvaldur til forseta. Hann fekk góð 52 prosent av atkvøðum í hesum seinna valumfarinum, og sunnukvøldið helt hann sína sigursrøðu.

Talan var um ein sigur fyri turkiska fólkaræðið, segði Erdogan.

Í røðu sínari takkaði hann turkisku veljarunum fyri at hava "givið honum møguleikan at hátíðarhalda fólkaræðið", og segði hann seg vóna, at hann kundi liva upp til teirra álit, skrivar DR.

Longu tíðliga sunnukvøldið byrjaðu heimsleiðarar at ynskja Erdogan til lukku við sigrinum. Millum teirra vóru russiski forsetin, Vladimir Putin, ungarski forsætisráðharrin Viktor Orban, og franski forsetin, Emmanuel Macron, amerikanski forsetin, Joe Biden, danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre var eisiniúti og ynskt Erdogan til lukku, og segði hann seg nú vænta, at Turkaland fer at góðkenna svenskan Nato-limaskap.

– Sambandið millum Noreg og Turkaland er gott, og vænta vit, at Turkaland fer at góðkenna umsóknina hjá Svøríki um limaskap í Nato, segði Jonas Gahr Støre.

Tað var í mai í fjør, at Svøríki og Finnland søktu um Nato-limaskap, og í apríl gjørdist Finnland limur í verjusamgonguni við góðkenning frá øllum teimum 30 táverandi limunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2023

23 Leygardagur 03. juni 2023

Turkiska gjaldoyrað rakti botnin

Virðið á liranum var dagin eftir forsetavalið metlágt í mun til dollaran

Persónur vekslar dollarar í Istanbul (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Morgunin eftir at Recep Tayyip Erdogan varð afturvaldur til forseta í Turkalandi, var virðið á turkiska gjaldoyranum, lira, metlágt í mun til dollaran.

Mánamorgunin kostaði ein amerikanskur dollari 20,06 turkiskar lirar.

Síðan ársskiftið er virðið á liranum minkað seks prosent í mun til dollaran, og seinstu 10 árini yvir 90 prosent, skrivar Ritzau.

Inflasjónin í Turkalandi er í løtuni umleið 40 prosent. Andstøðan í landinum hevur áður funnist at turkiska forsetanum fyri ikki at lurta eftir tilmælum frá búskaparfrøðingum um at hækka renturnar. Í staðin hevur hann hildið fast við, at renturnar skulu haldast niðri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2023

24 Leygardagur 03. juni 2023

Fyrsta stóra kinesiska ferðafólkaflogfarið verið sín fyrsta túr

Vónin er, at C919-flogfør, sum kinesiska fyritøkan Comac hevur framleitt, í framtíðini kunnu kappast við Airbus og Boeing

Mynd frá royndarflúgving í 2017 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnudagin var fyrsta kinesiskt framleidda ferðafólkaflogfarið á sínari fyrstu ferð við 130 ferðafólkum um borð.

Hetta er ein mílasteinur fyri kinesiska flúgving og ein sigur fyri kinesiska nýmenning, siga myndugleikarnir í Kina, sambært Ritzau.

Hetta slagið av flogfari – C919 – er ment og bygt av felagnum Comac, sum kinesiski staturin eigur. Byrjað varð at menna flogfarið í 2008, og trý ár seinni byrjaði framleiðslan. Fyrsta royndarflúgvingin var í 2017, og síðan hevur Comac arbeitt við at fáa allar neyðugu góðkenningarnar upp á pláss.

Flogfelagið China Eastern Airlines hevur higartil bílagt fimm C919-flogfør, sum hava pláss fyri umleið 164 ferðfólkum, og tað fyrsta kom í desember. Men tað var ikki fyrr enn sunnudagin, at tað fyri fyrstu ferð varð brúkt til ferðafólkaflúgving.

Fyrsta flogferðin hjá nýggja flogfarinum var millum Shanghai og Beijing.

Í framtíðini fara flestu ferðafólkini at kunna flúgva við stórum flogførum, sum eru framleidd í Kina, siga kinesiskir statsmiðlar, og er vónin hjá kinesisku myndugleikunum, at C919 fer at kunna kappast við vesturlendsku Airbus og Boeing.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2023

25 Leygardagur 03. juni 2023

Førka framleiðir orku úr matleivdum

Verkætlanin er eitt samstarv millum Førka, hotell, heilsølur og Tórshavnar kommunu

(Mynd: Førka)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Biogassverkið Førka kann nú framleiða orku úr matleivdum frá hotellum, heilsølum, matvøruhandlum og øðrum. Tað vísir úrslitið av royndarverkætlan. 

Verkætlanin er eitt samstarv millum Førka, hotell, heilsølur og Tórshavnar kommunu.

- Hetta samstarvið vísir, at vit hava útgerðina at taka ímóti matleivdum og skapa orku úr matvørum, sum annars fara fyri skeyti. Mannagongdin er, at fyritøkur og stovnar við nógvum matleivdum skilja lívrunnið burturkast, og Tórshavnar kommuna heintar hetta serskilt til okkum, sigur Fróði Mortensen, rakstrarleiðari hjá Førka.

Tað vóru nakrar óvissur við verkætlanini. Millum annað var ivasamt, um Førka skuldi keypa nýggja útgerð fyri at kunna taka ímóti matleivdunum frá ymisku veitarunum. Hetta vísti seg tó at vera óneyðugt.

[object Object](Mynd: Førka)

- Hetta er ein sigur fyri okkum, tí nú hava vit staðfest, at tað riggar. Næsta stig er at flyta hetta frá at vera ein royndarverkætlan til at fáa fleiri aktørar við – eitt nú matvøruhandlar. Tað er upplagt at halda fram, men samstarvið millum partarnar er avgerandi fyri at fáa gongd á, sigur Fróði Mortensen.

Tað er Bakkafrost, sum eigur biogassverkið Førka. Høvuðsendamálið hjá Førka er at framleiða el, hita og tøð úr lívfrøðiligum tilfari frá aling og landbúnaði.

Bakkafrost hevur sett sum mál at gagnnýta alt burturkast frá laksaframleiðslu, og Førka er ein týðandi liður í at sameina ringrásbúskap við íløgur og vakstrarætlanir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2023

26 Leygardagur 03. juni 2023

Nú er aftur orkuvirksemi í Neshaga

Mylla 4 í Neshaga, sum síðan september í fjør hevur staðið uttan veingir og generator, verður í løtuni sett saman aftur

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Generatorurin og hubburin ella hjartað, sum veingirnir eru festir í, hevur verið allan vegin í Newcastle í Onglandi til umvæling hjá felagnum Houghton International.

Hósdagin varð generatorurin monteraður, men ov nógvur vindur var til at seta hub og veingir á eisini. Væntandi verður hetta gjørt í vikuskiftinum.


Veingirnir, sum hava ligið á goymslu hjá Atlantic Supply Base í Føroyum, meðan restin hevur verið til umvæling í Ongandi, eru eisini komnar inn aftur í Neshaga og liggja klárar og bíða eftir betri monteringsveðri. Umboð fyri Iver Wind hava verið í Føroyum og umvælt veingirnar.

Myllurnar hava verið ávirkaðar av generatorskaðum síðani 2020 upp á skift, og ymsar royndir hava verið gjørdar fyri at rætta brekið, men á heysti í fjør, varð avgjørt at senda partar av myllu 4 til Onglands. Síðan ódnarveðrið 7. - 8. februar hava allar myllurnar í Neshaga staðið stillar.

- Vit eru sum vera man øgiliga spent uppá, hvussu fer at gangast. Allar myllurnar hava sama skaða, og um hetta við myllu 4 vísir seg at rigga, er tað ein møguleiki at umvæla hinar á sama hátt, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna.

Houghton International stendur fyri verkætlanini, sum ein heildarveiting og hevur afturat sær undirveitararnar Iver Wind og Mest. Iver Wind stendur fyri at seta upp aftur.

Kelda: sev.fo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2023

27 Leygardagur 03. juni 2023

Føroysk sjóvarfalsorka á spennandi vegamóti

Í summar fer svenska orkufyritøkan Minesto saman við SEV at seta út í Vestmannasund ein stóran sjódreka. Eitt avgerandi og spennandi vegamót í ætlanunum at geva eitt íkast til grøna orkuskiftið.  

Bretskt veitingarskip leggur út 3,5 kilometrar langan streymkaðal úr Vestmanna út á leiðina, har stórur sjódreki verður settur út eftir ólavsøku (Mynd: Minesto)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hóast vindorka á landi og serstakliga til havs setir tað mesta av grønu dagsskránni í løtuni, so merkir tað ikki, at tað ikki eisini verður arbeitt við øðrum varandi og burðardyggum grønum orkuverkætlanum. Ein av hesum er sjóvarfalsorka. Og eisini her eru Føroyar við í royndunum at menna ta bestu loysnina.

Saman við svensku orkufyritøkuni Minesto hevur SEV nú í nøkur ár staðið fyri royndarframleiðslu í Vestmannasundi við tveimum smærri drekum, ið framleiða streym inn á netið hjá SEV. 

[object Object]

Úrslitið av royndunum higartil er so mikið gott, at svenska fyritøkan nú leggur seinastu hond á ein risastóran dreka, sum verður settur á sjógv um olavsøkumundið sambært menningarleiðaranum hjá SEV, Terja Nielsen. 

Høvuðsskrivstovan hjá Minesto sendi í vikuni út tíðindaskriv til altjóða miðlar um, at fyrsta stig til at taka í brúk komandi stóra drekan, nú er framt. Eitt bretskt veitingaskip hevur lagt ein streymkaðal úr landi Inni á Fjørð í Vestmanna út á leiðina, har stóri drekin verður lagdur úr um einar tveir mánaðir. 

[object Object]

Minesto hevur latið undirveitaran, Inyanga, standa fyri arbeiðinum at leggja tann 3,4 kilometrar langa undirsjóvarkaðalin, sum í næstum skal bindast í 1,2 MW stóra drekan, Dragon 12. Arbeiðið at leggja kaðalin tók 22 tímar sigur Minesto.

Kaðalin er gjørdur av JDR í Bretlandi, og varð avskipaður úr Hartlepool. Martin Edlund, stjóri í Minesto sigur, at kaðalin er tann dýrasti parturin av undirstøðukervinum og er hann eitt vegamót í verkætlanini.

Alt arbeiðið gekk uttan trupulleikar. Nú er so eftir at ankra komandi drekan. 

[object Object]

Minesto verkætlanin byrjaði í 2018, tá Minesto og SEV gjørdu avtalu um at troyta sjóvarfalsorkuna í Vestmannasundi og koyra streym út á netið hjá SEV. Minesto vildi við hesum vera við til at tryggja elveiting til netið, sum eftir ætlan bara skal fáa streym frá varandi orkukeldum frá 2030.

Í 2019  fekk svenska fyritøkan 2,5 milliónir evrur ella umleið 25 milliónir krónur í stuðuli frá ES. Peningurin skuldi brúkast til at menna og seta upp sjóvarfalstøknina hjá felagnum í Føroyum í samstarvi við SEV.

Verkætlanin fekk heitið: ’Deep Green Island Mode’ (DGIM). ES segði í síni grundgeving fyri at lata stuðul, at tað metir hesa verkætlanina sum eitt fyrsta stig innan sjóvarfalsorku  til tess at kunna gagna grøna orkuskiftinum í Evropa. 

[object Object]Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV: Orkan frá sjódreka er nógv meira støðug enn frá bæði vind- og sólorku

Minesto lat fyrsta streymin inn á netið hjá SEV í 2020 og var hetta fyrstu ferð í heimssøguni, at ein sjóvarfalsdreki framleiddi streym inn á netið.

Settir vórðu út tveir smærri drekar í eini royndarætlan. Í apríl í fjør kunngjørdi Minesto so, at tað fór undir at fyrireika eina stóra útbygging av sjóvarfalsorkuni í Føroyum og hevði útpeikað fleiri møgulig nýggj øki í landinum til framleiðsluna, eitt nú Hestfjørð, Skopunarfjørð og Svínoyarfjørð.

Málið eftir komandi framtíðar útbyggingar er at kunna veita 40 prosent av streymnýtsluni í Føroyum. Nú um dagarnar skipaði Minesto fyri eini verkstovuvitjan í Vestmanna við luttøku av serfrøðingum innan sjóvarfalsorku.

Við til kunningartiltakið vóru AFRY, Vattenfall, EDF, International Renewable Energy Agency (IRENA), eins og umboð fyri føroyskar stovnar og fyritøkur m.a. Umhvørvisstovan og SEV. 

Minesto sigur, at umframt at vera partur av føroyska grøna orkuskiftinum vil fyritøkan eisini fegin vera við til at skapa arbeiði í Føroyum, sum so aftur kann gagna føroyska samfelagnum. 

Komandi drekin er væl størri enn teir báðir drekarnir, sum eru í Vestamannasundi í dag. T.d. hevur hann eitt veingjabreiði uppá 12 metrar í mun til 5 metrar á verandi Dragon 4 drekum. 

Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV segði við Útvarpið hjá KVF týsdagin, at sjódrekar kunnu koma at gera veruligan mun í grøna orkuskiftinum í Føroyum.

- Vit eru ómetaliga spent um, hvussu hetta fer at rigga. Fáa vit hesa tøknina at spæla saman við føroysku orkuskipanini so kann hetta fáa stóran týdning fyri ta samlaðu skipanina i Føroyum. 

Sjóvaralsorka kann avloysa stóran part av bæði vind- og sólorku og kann minka um nøgdirnar av orkugoymslum, sum vit hava tørv á, sigur Terji Nielsen. 

Minesto metir, at ein sjódreki kann framleiða umleið tað sama sum ein vindmylla við sama mátti 1,2 MW, men munurin er, at meðan vindurin er óstøðugur er sjovarfalsorkan støðug. 

- Sjóvarfallið hevur ómetaliga stórt virði, tí vit vita, hvat vit hava um 100 ár eisini, heldur SEV leiðarin fyri.

Ber til at leggja seg í ymsar firðir og sund, kunnu vit gagnnýta, at kyrrindini ikki eru samtíðis. 

SEV fer nú í samstarvi við Minesto at kortleggja øki í Føroyum, sum kunnu brúkast til framtíðar sjóvarfalsorkustøðir. 

Ein teirra er stór verkætlan í Hestfirði,  har ætlanini er at seta  út fimm drekar í fyrstu atløgu men so fleiri seinni. Feløgini hava søkt fígging frá ES til hesa verkætlanina. 

Eftir Hestfjørð er møguligt, at Leirvískfjørður fer at standa fyri tørni skilst. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2023

28 Leygardagur 03. juni 2023

Væleydnað altjóða ráðstevna um elskipanir

Í seinastu viku var ráðstevna um smáar elskipanir, samansettar av ymiskum orkukeldum, hildin í Føroyum. Týska fyritøkan energynautics skipaði fyri ráðstevnuni í samstarvi við SEV undir heitinum “7th Annual Hybrid Power Systems Workshop”. Umhvørvisstovan og Effo stuðlaðu eisini ráðstevnuni.

Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í Orku- og umhvørvismálum setti ráðstevnuna.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Á leið 100 útlendskir granskarar, veitarar og starvsfólk í elgeiranum, umboðandi fleiri enn 20 ymisk lond, vóru komin til Føroya, og harafturat vóru uml. 20 føroyskir.

Ráðstevnan fevndi um tilsamans 4 dagar, býttir á tveir framløgudagar og tveir útferðardagar.


Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, setti ráðstevnuna. Av føroysku framløguhaldarunum kunnu nevnast Helma Maria Tróndheim og Brian Joensen fyri SEV, Kári Mortensen fyri Umhvørvisstovuna og Tórstein Balle, Ph.D.-lesandi á Setrinum.


Evnini á ráðstevnuni fevndu sera víða og til bar at hoyra framløgur um sól-, vind-, sjóvarfals- og vatnorku, umframt power to x, vetni, netskipanir o.a.m.


“Ráðstevnan var sera væl eydnað og afturmeldingarnar hava verið ómetaliga góðar”, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.

“Tað er sera týdningarmikið fyri okkum og onnur smærri samfeløg at hava eitt tílíkt høvi at læra av hvør øðrum, hvussu smærri og harafturat avbyrgdar elskipanir skulu rekast skilabest – serliga nú, vit hava sett okkum fyri at verða 100% burðardygg við teim avbjóðingum tað hevur við sær.”



Á fyrru útferðini gekk leiðin til Vestmanna, har umboð fyri Minesto greiddu frá royndarverkætlanini við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi. Afturmeldingarnar vóru, at luttakararnir hildu hetta vera ómetaliga áhugavert og forvitnisligt.


Seinni útferðardagur var í Suðuroy, har luttakararnir m.a. vitjaðu øll orkuverkini hjá SEV og fingu sjón fyri søgn, at tað ber til at javna og partvís goyma vindorkuna við battarískipan, og at hetta eisini hevur við sær, at suðringar seinastu 10 dagarnar uttan íhald hava havt 100% burðardygga elorku, og harav til tíðir 100% vindorku, sum er óvanligt, fyri ikki at siga ógjørligt uttan eitt nú battarískipan.

“Smærri elskipanir eru ikki minni kompleksar enn størri elskipanir, og tí er Suðuroyggin eitt áhugavert dømi um eina sokallaða hybrida ella samansetta elskipan, sum øll kunnu læra av - størri eins væl og smærri elskipanir, og vit merkja stóran áhuga fyri tí samanseting, sum vit hava valt í Suðuroy”, sigur Terji Nielsen.

 Suðuroyggin sum serligt granskingarøki

Elskipanin í Suðuroy er serlig, og útferðin í Suðuroy var eisini eitt serligt høvi hjá trimum av luttakarunum. Tríggir týskir Ph.D.-lesandi, ávikavist knýttir at lærda háskúlanum í Bremen og Hannover, skriva hvør sína uppgávu um elskipanina í Suðuroy, og hetta var fyrsta ferðin, at teir høvdu møguleika at vitja á staðnum. Ritgerðir teirra eru partar av felags granskingarverkætlan millum lærdu háskúlarnar í Bremen og Hannover.



Tað var ein serlig løta fyri Robin Strunk, Lucas Reus og Marco Alferink, tá teir sum fyrsta tað allarfysta á túrinum í Suðuroy vitjaðu vindmyllulundina í Porkerishaganum. Allir skriva teir hvør í sínum lag um elskipanina í Suðuroy, men hetta var fyrsta ferðin, at teir vóru ‘on site’.


Kelda: Sev.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2023

29 Leygardagur 03. juni 2023

Danmark og Noreg vilja raðfesta havvindorkuna

Í báðum londum hava stjórnirnar fingið undirtøku fyri at fara undir stórar útbyggingar av havindorkuni

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, telist millum teirra, ið vilja útbyggja havvindorkuna í Norðsjónum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Flótandi havvindmyllur standa ovast á breddanum, tá talan er um at fremja grøna orkuskiftið í Noregi og Danmark í løtuni. Í báðum londum er semja um at gera risastórar íløgur í at menna flótandi havvindorku nógvu komandi árini.

Men meiningarnar í báðum londunum eru ymiskar, tá talan er um, hvussu stóran leiklut tað almenna skal hava í  fíggingini av risastóru íløgunum. 

Ein stórur meiriluti í danska fólkatinginum samdist í vikuni um ta higartil størstu útbjóðingina av økjum til havvindverkætlanir. Umframt teir tríggjar flokkarnar í stjórnini taka eisini sjey andstøðuflokkar í Fólkatinginum undir við eini avtalu um at útbyggja havvindorkuna, har almenna luttøkan er 20 prosent av fíggingini.

Í Noregi taka stjórnarflokkarnir saman við nøkrum andstøðuflokkum eisini undir við einum líknandi leisti, tó at stóri andstøðuflokkurin Høgra heldur, at almenni leikluturin eigur at verða nógv minni. 

Hóast ymsar áskoðanir rundan um almennu luttøkuna, so er støðan tann í báðum londunum, at streymframleiðslan frá havvindmyllum skal økjast munandi fyri at kunna avloysa streymframleiðandi fossilriknu orkuverkini í framtíðini. 

[object Object]

Í Danmark er støðan tann, at settar longu eru upp havvindmyllur, sum kunnu framleiða 2,3 gigawatt. Við nýggju avaluni er málið at kunna framleiða 9 gigawatt í 2030, sum so aftur kann hækka til 14 gigawatt nøkur ár seinni. 

Danski veðurlagsráðharrin, Lars Aagaard, sigur, at tá allar hesar myllurnar mala, er tað nóg mikið til at nøkta alla streymnýtsluna í Danmark við grønum streymi eins og at kunna útflyta stórar nøgdir av streymi til Evropa. Framleiðsluorkan er nóg mikið til at veita streym til 14 milliónir húsarhald. 

Tað nýggja við hesi avtaluni er, at danski staturin verður medeigari í stóru verkæltanini við 20 prosentum. Lagt varð út við 25 prosentum, men hetta varð broytt undir samráðingunum.

Talan er í byrjan um seks havvindmylnulundir, tríggjar í Norðsjónum, ein norðan fyri Sæland, ein í Eystrasalti og ein í Kattegat. Enn ein havvindorkuætlan, sum  verður nevnd “Orkuoyggj Bornholm”, er við í fyrireikingunum til at menna grønu orkuna. Í tí førinum skal leggjast ein elkaðal uppá 170 kilometrar frá Bornholm inn á danska meginlandið. Kortini eru enn fleiri ivamál rundan um henda partin av samlaðu vindorkuverkætlanini. 

[object Object]

Samlaða upphæddin fyri at gera stóru vindorkuætlaninar til veruleika er mett til 100 milliardir krónur. Tað merkir, at talan er um stórar upphæddir, sum staturin her bindur seg til at vera við til at fíggja. 

Í avtaluni verður eisini lagt upp fyri at taka hædd fyri umhvørvinum og náttúruni og settar verða av ein hálv mia. kr. í ein havnáttúrugrunn.

Mett verður annars, at danski staturin fer at fáa 13 milliardir krónur í inntøkum frá havvindmylnulundunum komandi 30 árini. 

Nú semja er um eina framtíðar ætlan fyri útbygging av havvindorkuni verður so næsta stigið at bjóða út økini til íløgu- og orkufeløg - vitandi at danski staturin bjóðar seg at standa fyri 20 prosent av íløgunum. 

Í Noregi eins og í Danmark eru stjórnarflokkarnir samdir um at menna havvindorkuna í syðra partinum av Norðsjónum saman við trimum av andstøðuflokkunum. 

Kjakið um útbygging av havvindorkuni í Norra hevur leingi staðið ovast á breddanum og eru stórar ósemjur millum politikararnar og onnur, hvat og hvussu hetta skal gerast.

Víst verður á stóru útreiðslurnar, sum verða nógv hægri enn tað, sum stjórnin higartil hevur lagt fram. Eitt nú hevur størsti andstøðuflokkurin Høyre funnist at stóra statsstuðulinum til menningina av havvindorku og heldur, at hann kann hava óhepnar avleiðingar við sær.  Talan er í fyrstu atløgu um verkætlanina “Syðri Norðsjógvurin 2”. 

[object Object]

Stjórnin hevur fyrr skotið upp eitt loft uppá 15 milliardir krónur í statsstuðuli til botnfastan havvind. Nú ljóðar, at talan er um heilar 23 milliardir krónur í almennum stuðuli til útbygging av havvindi. 

Partur av ósemjununum snýr seg um, hvørvítt ein stór havvindorkulund skal flyta út orku til Evropa eisini ella bara til Noreg. 

Stjórnin hevur áður sagt, at hon ynskir ikki, at streymurin skal sendast til Evropa frá Syðru Norðsjóvar 2 ætlanini. Hon ynskir at streymurin bara skal í land í Noregi. 

[object Object]Framtíðar útbygging av havvindorkuni í Noregi liggur m.a. í syðra partinum av Norðsjónum 

Eisini í okkara parti av heiminum, tvs. í norðasta partinum av Norðsjónum og í økinum millum Hetland og Føroyar, eru ætlanir um útbygging av havvindorkuni.

Stórar útbyggingar eru longu framdar í skotskum havøki og í Bretlandi sum heild. Bæði í Lerwick í Hetlandi og í Aberdeen í Skotlandi gera havnirnar seg út til stóra komandi havvindmylnuævintýrið.

Herfyri vitjaðu umboð fyri SEV og Umhvørvisstovuna í Hetlandi og í Aberdeen, har tey fingu innlit í bæði vindorku á landi og til havs.

Tað verður eisini í føroyska orkukjakinum róð framundir, hvussu havvindur kann gerast partur av grøna orkuskiftinum í Føroyum í framtíðini. 

[object Object]Kort yvir møguligar framtíðar havvindmylnulundir í bretskum øki. Í fleiri av økjunum eru longu latin loyvi til útbyggingar.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2023

30 Leygardagur 03. juni 2023

Bretska oljuvinnan á ófrættakendari kós

Andstøðuflokkurin Labour hóttir við at steðga nýggjum olju- og gassvirksemi í Norðsjónum

Formaðurin í Labour, Keir Starmer, sum møguliga fer at leggja uppskot fram um at banna nýggjum loyvum til olju- og gassvirksemi í Norðsjónum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Formaðurin í størsta andstøðuflokkinum í Bretlandi, Labour, Keir Starmer, fer, sum tað ljóðar frá keldum í flokkinum, at leggja uppskot fram um at banna fyri øllum nýggjum menningarætlanum innan olju og gass á bretska landgrunninum. Tað fevnir tó ikki um longu latin loyvi. 

Hesi tíðindini bar bretska ávísin Sunday Times sunnudagin. Sambært ónavngivnum keldum í Labour flokkinum fer formaðurin, Keir Starmer, í næstum at leggja fram uppskot um at forða fyri nýggjum útbyggingum í Norðsjónum. Hetta skal vera partur av einum politiskum útspæli frá flokkinum um heilt at steðga CO2 útlátinum. Partur av hesum sigst eisini at vera eitt lyfti um at banna nýggjum leitiloyvum i Norðsjónum. Samtíðis fer Starmer at kunngera, at ein Labour stjórn einans fer at lata lán til grønar íløgur. 

Kortini fer Labour at varðveita verandi framleiðslu av olju og gassi komandi tíggjuára skeiðini, samtíðis sum arbeitt verður við grøna orkuskiftinum. Flokkurin fer heldur ikki at steðga loyvum, sum stjórnin longu hevur latið. Tað merkir so helst, at hesar møguliga komandi avgerðir, um Labour kemur aftur til valdið, ikki fara at fevna um loyvi til útbyggingar av teimum risastóru olju- og gasskeldunum nærhendis føroyska markið, Rosebank og Cambo. Tí feløgini Equinor og Ithaca hava longu ognað sær leiðirnar gjøgnum teirra leitiloyvi. Uppfylla umsóknirnar um at byggja út verandi treytir ber neyvan til hjá eini stjórn at koldøma tær. 

Ætlanin hjá Labour, um útmeldingarnar eru rættar,  møtir harða mótstøðu frá eitt nú stórum fakfeløgum og orkuumhvørvinum í Bretlandi. Víst verður á vandan, at hetta kann koma at skaða ella forkoma orkutrygdini, sum hevur so stóran týdning fyri Bretland. At vera sjálvbjargin við orku, tvs. bæði olju og gassi eins og grønari orku eru fortreytin fyri orkutrygdina hjá Bretlandi verður sagt.  

GMB, ið er størsta framleiðslufakfelagið í Bretlandi við meira enn 600.000 limum, ávarar nú størsta andstøðuflokkin um avleiðingarnar, fer hann at gera álvara av at vilja stegða øllum nýggjum olju- og gassvirksemi kemur hann til valdið eftir komandi val um tvey ár ella so.

- Tað er eitt sjálvsmál ikki at troyta olju- og gasstilfeingið í undirgrundini sigur aðalskrivarin í felagnum við Finacial Times. 

Áður hevur formaðurin í Labour sagt seg vilja góðtaka útbyggingar og leitiøki, sum longu hava fingið loyvi frá stjórnini. Aðalskrivarin í stóra fakfelagnum GMB, Smith, sigur við Financial Times, at um ætlanin hjá Labour er at taka  hvørkratak um Norðsjóvaroljuna, fer tað at vera til óbótaligan skaða fyri bæði fyri arbeiðsmarknaðin og fyri umhørvið, tí Bretland fer framvegis at hava tørv á at innflyta olju og gass úr øðrum londum, sum hevur nógv størri útlát. 

- Her er eisini talan um etik. Skulu vit halda fram við at stuðla slíkum stjórnum sum teimum í Miðeystri og Russlandi, ella taka vit ábyrgd fyri okkara egna útláti og skapa arbeiðispláss og gera íløgur her? Smith aðalskrivari sigur víðari við Financial Times, at olju- og gassfeløg hava ein týðandi leiklut, tá talan er um at útvega íløgur í varandi orkukeldur í framtíðini.  

- Tað gevur onga meining at taka hvørkratak um ídnaðin. Vit mugu arbeiða saman við ídnaðinum til tess at fáa hann at gera íløgur í grøna tøkni í framtíðini.

Aðalskrivarin í mæta fakfelagnum GMB sigur víðari, at hann fer vegna allar sínar limir at taka málið upp á komandi fundi í  "Labour’s National Policy Forum”, sum hevur fund í summar og leggur aftrat, at hansara fakfelag fer at gera alt tað kann fyri at leggja trýst á Labour á komandi floksfundi í oktober í Liverpool.  

Hann sigur, at støðan í flokkinum er ein onnur enn tann hjá leiðsluni. Flokkurin skilur, at talan er um trygdina hjá tjóðini, tá talan er um framtíðar orku.

- Okkara størsta avbjóðing er at hava orku til bæði streym og hita komandi tríggjuáraskeiðið. 

Málið hevur veruliga sett dagsskránna í orkukjakinum í Bretlandi, tí núverandi stjórn er sannførd um, at tað er rætt at halda fram við olju- og gassvirkseminun í mong ár aftrat. Hósdagin segði Graham Stuart, sum er veðurlagsmálaráðharri í Bretlandi, at stjórnin er pliktað til at lata nýggj olju- og gassloyvi í Norðsjónum, sum sjálvandi skulu vera í tráð við útlátspolitikkin. 

Philip Evans, sum er veðurlagstalsmaður hjá Greenpeace sigur í sama viðfangi, at hesi  úttalilsi frá stjórnini eru beint ímóti støðuni í heiminum um, at øll olju- og gassboring skal vera í tráð við 1,5 stig málið. Hann vísir til, at hetta er eisini støðan hjá IEA og ST aðalskrivaranum eins og hundraðtals vísindamonnum. Ætlar stjórnin at liva upp til málini í Paríssáttmálanum, so eigur hon at venda øllum nýggjum olju- og gassvirksemi bakið.  

Eitt umboð fyri Labour sigur í eini viðmerking, at ein nýggj Labour stjórn fer ikki at skrúva fyri gassinum beinanvegin og fer eisini at loyva feløgunum at halda fram við  at útbyggja Norðsjóvar leiðir, har tey longu hava fingið loyvi til tess. 

- Olja og gass fara at halda fram við at hava ein týðandi leiklut í grøna orkuskiftinum móti net-null útláti, og royndirnar og vitanin hjá olju- og gassarbeiðarum fara at hava alstóran týdning nú vit flyta okkum til aðrar orkukeldur.

Innan olju- og gassvinnuna serstakliga í Skotlandi hava úttalilsini hjá Labour leiðaranum møtt stórari mótstøðu. Stjórin fyri "Aberdeen and Grampian Chamber of Commerce”, Ryan Crighton, sigur, at oljuvinnan stuðlar uppundir 200.000 arbeiðspláss í økinum, sum letur 1,5 mia. pund í skatti til samfelagið. Eftir at hava ment hesa vinnuna í 50 ár ber ikki til við einum høggi at geva henni mønustingin sigur hann til ætlanina hjá Labour.

Eisini stjórin í OEUK, Offshore Energies UK, sum er vinnufelagið hjá orkufeløgum, David Whitehouse sigur, at sjálvandi skulu broytingar gerast í orkuskipanini. Hetta mugu vinnan og politikararnir gera í felag. Ætlanin hjá Labour  gevur tey heilt skeivu signalini í so máta.

Í Sky News sunnudagin segði ein av fremstu leiðarunum í Labour, at ætlanin er ikki at skrúva fyri oljuvinnuni her og nú, men heldur at tryggja, at gongdin verður so burðardygg sum tilber. Hann sigur, at málið snýr seg so sanniliga eisini at minka um høgu orkurokningarnar hjá vanliga fólkinum. 

Støðan í løtuni er tann, at almenni eftirlits- og loyvistovnurin í Bretlandi, NSTA, North Sea Transition Authority, í løtuni er við at leggja seinastu hond á viðgerðina av  umleið 100 umsóknum, sum komu inn í 33. útbjóðingini til olju- og gassleiting í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. 

Verandi forsætisráðharrin í Bretlandi, Rishi Sunak, er fyri at lata hesi loyvini. Og tað ljóðar, at tey verða latin longu í summar. Eisini ljóðar, at NSTA fer at geva grønt ljós til útbyggingina av Rosebank kelduni við markið í juni. Tað er stjórnin í London, sum hevur seinasta orðið at siga í slíkum málum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2023

31 Leygardagur 03. juni 2023

2,5 milliónir til EM-endaspælið

EM-luttøkan er vorðin veruleiki – men tað er ein dýrur veruleiki. Tí fær Hondbóltssambandið nú hálvatriðju millión frá Betri Stuðulsgrunninum at nýta í sambandi við EM

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Betri Stuðulsgrunnurin hevur latið Hondbóltssambandi Føroya eina gávu á 2,5 milliónir krónur til EM-endaspælið í hondbólti. 

– Okkara leikarar hava prógvað, at tað ótrúliga kann lata seg gera. Statistiskt eigur tað jú ikki at bera til, at Føroyar eru við á hesum støðinum. Gravgangurin eftir at sleppa til Berlin at heppa er eisini ovurhonds stórur, so stuðulin millum føroyingar er dyggur. Hetta er ein stórhending, ið hevur víðfevndan týdning fyri Føroyar og føroyingar, sigur Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna.

– Sjálvandi standa vit saman um landsliðið. Hetta bragdið hevur longu samansjóvað okkum. Fingið okkum at ernast og at rætta ryggin. Hetta hevur nógvar møguleikar við sær, bæði fyri føroyskan hondbólt, men eisini fyri vinnulívið, Føroyar sum ferðamál og ikki minst sum íblástur fyri børn og ung, vísir nevndarforkvinnan á.

Stuðulsgrunnurin hjá Betri letur á hvørjum ári stuðul og peningagávur, sum onkursvegna kunnu vera við til at fyribyrgja sjúku, fremja tryggleika – ella gagna samfelagnum í breiðari merking.

– Vit stuðla ítrótti av øllum handa slagi, tí ítróttur jú hevur eina sterka fyribyrgjandi megi. Og frá einum samfelagsligum sjónarhorni fara ringarnir av hesum avrikinum at breiða seg í mong ár frameftir. Tí fær Hondbóltssambandið nú hesa gávuna frá Betri Stuðli. Hetta er somuleiðis við til at tryggja, at breiða hondbóltsvirksemið í Føroyum ikki verður skert av EM-bragdinum, staðfestir Aslaug Gisladóttir. 

Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, fegnast um gávuna og staðfestir, at hetta kemur sera væl við.

– Tað er dýrt at vera við í toppinum. EM-luttøkan fer at krevja nógv fíggjarliga, og hartil gongur tað væl í føroyskum hondbólti, sum heild, bæði her heima og hjá hinum landsliðunum. Vit standa okkum væl, og tað kostar. Tí eri eg sera takksom um hesa gávuna frá Betri. Hon munar veruliga, staðfestir hon. 

Á lítlari samkomu hósmorgunin handaði Aslaug Gisladóttir peningagávuna á hálvatriðju millión og ynskti Gunn Ellefsen og HSF góða eydnu við bæði fyrireikingum og endaspæli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2023

32 Leygardagur 03. juni 2023

Óli verður ikki við til U21-HM

17-ára gamli hoyvíkingurin skal í summar hugsavna seg um at spæla endaspæl við U19-landsliðnum. U21-landsliðið spælir venjingardystir í Íslandi um vikuskiftið

Óli Mittún til EM-endaspælið fyri U20-landslið í fjør. Tá var bakspælarin júst fyltur 17 ár, men hann gjørdi mun (Savnsmynd: Harald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann var við, tá Føroyar vunnu European Championship fyri U19-landslið og harvið tryggjaðu sær pláss í sjálvum EM-endaspælinum fyri U20-landslið árið eftir. Óli Mittún var eisini við í Portugal síðsta summar, og hóast hann var trý yngri, enn teir elstu spælararnir á liðnum og í kappingini, so gjørdi blaðungi hoyvíkingurin greiðan mun.

Tað gjørdi hann so sanniliga eisini, tá Føroyar nakrar vikur seinni luttóku í U18-EM í Montenegro og millum annað vunnu á mæta Fraklandi. Óli gjørdist toppskjútti og MVP (mest virðismikli spælari) í kappingini. 

Hetta summarið fer Óli Mittún ikki at spæla tvey endaspøl - teir somu árgangirnir skulu spæla HM-endaspæl. Tað hevur ljóðað í eina tíð, at yrkisspælarin í IK Sävehof, ið fyllur 18 ár 10. juni, ikki verður við teimum eldru hesaferð, og eftir fimtu SM-finaluna í Kristianstad í vikuni staðfesti Óli tað sjálvur í viðtalu við Portalin:

- Eg verði ikki við U21. Tað verður U19 í summar, segði hoyvíkingurin í stuttari viðmerking í summar.

Óli Mittún er harvið ikki við á listanum, ið Hondbóltssambandið kunngjørdi týsdagin, og sum sæst niðast í greinini. Tað er til venjingardystirnar, sum verða spældir í Hafnafirði í Íslandi í dag og í morgin sum fyrireiking til endaspælið. 

Elias Ellefsen á Skipagøtu er heldur ikki á listanum, men tað merkir ikki, at spælskiparin ikki verður við í Týsklandi síðst í juni. Elias segði við Portalin í Svøríki í vikuni, at hann hevur tørv á hvíld, og harvið ikki verður við í venjingardystunum. Bjarni í Selvindi fer heldur ikki við til Íslands. Bakspælarin av Skála stríðist fyri at koma fyri seg eftir skaða í fótinum.

At hesir bakspælararnir ikki eru við, merkir tó als ikki, at talan ikki er um eitt sterkt U21-landsliðið, sum fer til Íslands um vikuskiftið. Føroyar eru í bólki saman við Angola, Japan og Spania í Týsklandi í HM-endaspælinum. Byrjað verður 20. juni í Magdeburg.

U21-landsliðið, sum skal spæla venjingardystir í vikuskiftinum:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, H71
Rói Borum Davidsen, KÍF

Útileikarar:
Janus Dam Djurhuus, ÍBV
Pauli Høj, Neistin
Baldur Gillason, H71
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Aarhus (Füchse Berlin)
Bogi Hansen, H71
Kristoffur Bjørgvin, VÍF
Pauli Mittun, Kristiansand Topphåndbold (Team Sydhavnsøerne)
Brian Slyne, KÍF
Ovi Lützen, Neistin
Sveinur Olafsson, H71
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Sakir Tróndarson Frýdal, H71
Kristian Jensen, VÍF

Venjingardystirnir millum Ísland og Føroyar verða í dag, 3. juni kl. 18.30 og í morgin, 4. juni, kl. 17.30 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2023

33 Leygardagur 03. juni 2023

Tað gekk ikki hjá Sävehof

Elias Ellefsen á Skipagøtu varð toppskjútti, og legði upp til flest mál. Men hansara seinasti dystur í Svøríki varð eitt finalutap, har tað skrædnaði til seinast

Elias á Skipagøtu gjørdi sítt, men fekk tíverri ikki endað á toppinum í Sävehof, sum hann vann meistaraheiti við í 2021 (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kristianstad, Svøríki (Portalurin) - Fyrri hálvleikur í Kristianstad var sum finalurøðin sum heild: Ógvuliga tættur. Málverjin hjá Sävehof og Elias á Skipagøtu byrjaðu heilt væl, áðrenn heimaliðið tók eitt sindur yvir. Gestirnir komu tó á javnt áðrenn steðgin.

Óli Mittún gjørdi serliga mun beint fyri og beint eftir steðgin við tveimum málum og tveimum uppleggum samanlagt, men síðani var ungi hoyvíkingurin leingi á bonkinum.

[object Object]
17-ára gamli Óli Mittún (t.h.) hevur samanlagt avrikað sera væl í ár og í endaspælinum. Hann rakti eina góða løtu í avgerandi finaluni, men spældi síðani ikki aftur fyrrenn tað so at siga var avgjørt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Nógv hekk á Eliasi - kanska ov nógv. Tað gekk til tíðir striltið við álopsspælnum hjá Sävehof, sum tyktiskt at vanta rútmu, og so vóru eisini ov nógvir misnýttir málmøguleikar. Ágangandi verjan hjá Kristianstad fekk tálma 7 ímóti 6 spældinum rímliga væl, og norski málverjin Espen Christensen - við mongu royndunum frá landsliðnum - var ein góður aftasti skansi.

Upp á nakrar minuttir í fyrra parti av seinna hálvleiki fór heimaliðið burturfrá, og kom á +4. Sävehof kom væl aftur men megnaði ongantíð at fáa javnvág í aftur. Síðstu løtuna fór luftin av álvara úr ballónini, verjan skrædnaði, mistøkini og brendu møguleikarnir vuksu, og so kundu tey mongu í appelsinlittum í snøggu høllini í Skåne byrja at fegnast.

IK Sävehof endar við silvuri. Elias Ellefsen á Skipagøtu er nú eftir trý ár liðugur í felagnum, og skiftir til týska THW Kiel. Óli Mittún heldur fram í svenska felagnum - eina tíð afturat.

Fimta og avgerandi finalan um svenska meistaraheitið hjá monnum
Kristianstad Arena, 29.05
IFK Kristianstad - IK Sävehof 30-23 (12-12)

Føroysk mál:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6 (1)
Óli Mittún 2

Assist:
Elias: 8
Óli: 2

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2023

34 Leygardagur 03. juni 2023

Gjørdu alt vit kundu - tíverri ikki nóg mikið

Elias Ellefsen á Skipagøtu er keddur av, at tíðin í Sävehof ikki endaði við gulli. Nú kann føroyski spælskiparin tó síggja aftur á gevandi tíð og fram ímóti HM-endaspæli við U21

- Hetta var ikki tað, sum vit droymdu um, men eg havi havt tað ótrúliga gott í Sävehof, staðfestir Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum nú hevur eyguni vend móti Týsklandi (Mynd: Göteborgs-Posten)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kristianstad, Svøríki (Portalurin) - Hetta var øgiliga keðiligt. Hetta var ikki tað, sum vit droymdu um. Nógv hevur gingið ímóti okkum í hesari finalurøðini, men vit hava gjørt alt, sum vit kundu - tíverri var tað ikki nóg mikið.

Soleiðis setti ein heldur rørdur Elias Ellefsen á Skipagøtu orð á tapið í fimtu og avgerandi SM-finaluni. Hansara tíð í Sävehof endaði ikki við einum perfektum punktumi. Elias fekk tó sett nøkur orð á tey trý árini í Svøríki, tá Portalurin prátaði við hoyvíkingin í Kristianstad Arena nakað eftir síðsta bríksl, steypahandan og annað - eftir at hann hevði fingið svølgt tapið eitt lítið sindur.

- Eg havi havt tað ótrúliga gott í Sävehof. Tað hevur verið ein øðiliga góð tíð; trý mega góð ár og afturat hondbóltspartinum havi eg fingið nógvar góðar vinir, og tey hava tikið øgiliga væl ímóti mær. Keðiligt at tað ikki endar við einum gulli seinasta árið, men soleiðis er tað.

Um sjálvan dystin segði profilurin á føroyska landsliðnum, at ein keðilig løta í seinna hálvleiki - har Sävehof ikki spældi væl í 5-10 minuttir, og heimaliðið kom á odda við fýra málum - umframt brendir møguleikar kostaðu sigurin. Eisini merktist tað, at fyrsti málverjin var úti við skaða - hóast eykamálverjin gjørdi tað væl. Tað verður tungt, og vit brenna ov nógv, sjálvt um vit spæla væl, staðfestir Elias. 

Elias á Skipagøtu hevði nøkur teknisk mistøk og brend skot, men í sínum síðsta dysti fyri IK Sävehof skoraði nú 21-ára gamli føroyingurin seks mál og legði upp til átta - bæði vóru hægst hjá Sävehof. Spælið hjá liðnum úr Partille gekk ígjøgnum hann, og hann fekk nógv buh-róp ímóti sær frá teimum fleiri 1.000 heimaáskoðarunum. Hetta órógvaði hann tó ikki, staðfestir føroyski spælskiparin, sum nú flytur úr Svøríki men kann fegnast um at hava stóra uppgávu fyri framman fyri Føroyar longu í juni við U21: 

- HM endaspælið er síðstu ferð at vit dreingirnir - í árganginum - eru ordiliga saman, og vit gleða okkum nógv til hetta og til at taka avbjóðingina upp. Nú gekk tað ikki ordiliga, sum vit vildu síðst, og tað er sjálvandi truplari í HM. Vit hava fingið ein okay bólk, og vit gleða okkum sum sagt og halda, at vit eru til reiðar til uppgávuna.

Føroyska U21-landsliðið spælir venjingardystir í Íslandi leygardagin og sunnudagin sum fyrireiking til kappingina. Tað verður tó allarhelst uttan Elias á Skipagøtu - hann staðfestir, at hann hevur tørv á einum steðgi, eftir at hava spælt ógvuliga nógv teir seinastu mánaðirnar.

Profilurin er tó til reiðar at umboða Føroyar í Týsklandi í summar. Tað er eisini landið, har Elias skal búgva næstu árini, og nýggi THW Kiel-spælarin skal eisini spæla EM-endaspæl í Týsklandi fyri føroyska A-landsliðið í januar.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur av álvara gjørt vart við seg í Svøríki og hevur roynt at vunnið bæði SM og steypakappingina. Nú skal hann skjótt til Týsklands 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2023

35 Leygardagur 03. juni 2023

- Hetta var heilt forferdligt

- Tað er sjálvandi sjúkliga stórt og stuttligt at spæla slíkar dystir, men beint nú kennist tað bara keðiligt. Vit fingu orðið á Óla Mittún eftir finalutapið hjá Sävehof mánakvøldið

17-ára gamli Óli Mittún endaði eitt hendingríkt og spennandi fyrsta kappingarár í Svøríki við finalutapið framman fyri umleið 5.000 áskoðarum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var ógvuliga týðiligt, hvussu tungt tað var fyri spælarar, toymi og áskoðarar hjá Sävehof, at Kristianstad seinastu løtuna fór frá, og vann fimtu SM-finaluna mánakvøldið. Ein av teimum, sum var og heilsaðu upp á áskoðararnar og sá syrgin út, var blaðungi Óli Mittún.

- Hetta er forferdligt. At vit eru so tætt uppá og tapa. Tað er sjálvandi sjúkliga stórt og feitt at spæla hesar dystirnar, og so bara...vit fylgjast næstan allan vegin, men so til endans knekkar tað bara heilt. Eg veit ikki, hvussu eg annars skal lýsa tað, uttan at tað er heilt, heilt forferdligt. 

17-ára gamli føroyski A-landsliðsspælarin kundi tó vísa á tað jaliga við samlaðu upplivingini, sum var stuttligt. Men júst tað at tað hevur verið so tætt, ger alt tyngri.

- Man mennist nógv av hesum dystunum. Til dømis at spæla her fyri eini 5.000 persónum er nakað annað enn at spæla ungdómshondbólt. So hetta hevur verið øgiliga stuttligt, men tað er bara eyka keðiligt nú, tí vit byrja jú finalurøðina við at vinna greitt her í Kristianstad, tapa so tvær finalur eftir longda leiktíð - har vit jú líka so væl kundi vunnið - vinna so aftur, og nú koppar alt hinvegin til endans í dag.

[object Object]
Óli Mittún hevur fingið størri leiklut enn væntað í Sävehof í ár - millum annað í aðru SM-finaluni. Eisini hevur hoyvíkingurin vunnið svenska meistaraheitið í U18 

Óli Mittún helt, at IK Sävehof sum so spældi fínt álopsspæl og fínt verjuspæl í fimtu finaluni. Hoyvíkingurin, ið skoraði tvey mál og legði upp til tvey, vísir á, at liðini fylgdust tað mesta av dystinum, men at man síðani misti nakað av tolinum í álopinum. Roynt varð kanska at skora ov skjótt ístaðin fyri at spæla møguleikarnir størri, og so brendi man eitt sindur, segði hann

Annars hevði nummar 78 torført við at seta fleiri orð á avgerandi dystin og sítt góða avrik gjøgnum árið - beint tá fylti tapið og støðan ov nógv - men Óli kundi staðfesta, at talan hevur verið um eitt gott og spennandi ár hjá honum í Svøríki, og at hann sjálvandi sær fram til næsta ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2023

36 Leygardagur 03. juni 2023

Allan heldur fram í Íslandi

Men strandingurin flytir av Akureyri, har hann hevur spælt seinastu fimm árini, til Reykjavíkar. Valur og føroyski landsliðsvongurin hava gjørt tvey-ára sáttmála

Allan Norðberg skal nú spæla fyri eitt av sterkastu feløgunum í Íslandi (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á sumri 2018 skifti Allan Norðberg Skálafjørðin út við Akureyri, tá hann fór úr barndómsfelagnum StÍF fyri at royna seg í KA, sum tá júst var flutt upp í íslendsku deildina.

Har hevur lámi strandingurin spælt síðani, og hevur hann verið liðfelagi við bæði Áka Egilsnes og Nicholas Satchwell í tíðarskeiðnum. KA er endað í niðaru hálvu av stigatalvuni øll árini í bestu deildini og var ikki við í endaspælinum í ár. Liðið endaði trý stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Nú skal Allan Norðberg spæla fyri felag, sum vanliga er í oddinum. Valur gjørdist íslendskur meistari í 2022, 2021 og 2020 og endaði eisini ovast í grundspælinum hetta kappingarárið. Tað var tí ein skelkur fyri hondbólts-Ísland, tá Haukar, sum endaði nummar átta, vann á Vali í fjórðingsfinalunum. Haukar taptu finalurøðina fyri føroyingafelagnum ÍBV, har avgerandi dysturin var hóskvøldið. 

Næsta kappingarár fer Allan at royna at verða við til at vinna íslendska meistaraheitið aftur til høvuðsstaðnum. Valur boðaði í vikuni frá, at felagið hevur gjørt tvey-ára sáttmala við føroyingum, sum fær góð skoðsmál fyri sína tíð í KA. 

Felagið skrivar, at talan er um fjølbroyttan láman spælara, sum fyrst og fremst verður vongur. Allan Norðberg er 29-ára gamal.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2023

37 Leygardagur 03. juni 2023

Nýggja venjaratoymið hjá KÍF

Agnar Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen fara at standa á odda fyri kollfirðingum næsta kappingarár

Agnar Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Teir eru báðir kendir í hondbóltinum, annar í VÍF og hin í Kyndli. KÍF hevur kunngjørt nýggja venjaratoymi hjá besta hondbóltsliðnum hjá felagnum.

Tað verða teir báðir Agnar Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen, sum fara at standa á odda fyri besta liðnum.

Agnar Joensen er ikki fremmandur í felagnum. Hann hevur leikt eitt kappingarár við KÍF, og gleðist um at vera aftur. Hjalti Mohr Jacobsen er nýggjur í felagnum, og báðir gleða teir seg at fara í holt við uppgávuna.

KÍF endaði hetta kappingarárið á triðja plássi í grundspælinum, men reyk út í fjórðingsfinaluni móti Team Klaksvík. Kollfirðingar komu eisini í steypafinaluna, men taptu 25-23 móti hoyvíkingum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2023

38 Leygardagur 03. juni 2023

ÍBV er íslendskur meistari

Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagirnir stórfegnast á Vestmannaoyggjunum hóskvøldið. Heimaliðið vann 25-23 í avgerandi finaluni

ÍBV vann tríggjar finalur - í avgerandi finaluni á heimavølli hóskvøldið var føroyingafelagið á odda so at siga allan vegin (Mynd: mbl.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Íslendska meistaraheitið hjá monnum varð avgjørt hóskvøldið á Heimaey. Oyingar vunnu tvær tær fyrstu finalurnar, men Haukar fekk javnað finalurøðina og harvið varð neyðugt við fimtu finaluni.

ÍBV var favorittur og var eisini á odda so at siga allan dystin. Haukar hekk tó í. Í steðginum var munurin eitt mál, eina løtu í seinna hálvleiki var tað +5 til heimaliðið, men nakað av spenningi kom í móti endanum. 

Teir í hvítum og svørtum vóru tó stinnari og vunnu við tveimum málum í finaluni, sum ikki var so málrík. Tað leggja Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og hinir hjá ÍBV einki í. Føroyingarnir eru nú íslendskir meistarar eftir ein sterkan innsats í ár. Janus Dam Djurhuus er skrásettur fyri eitt mál í finaluni.

Hetta var annað kappingarárið hjá Dánjali í ÍBV. Janus kom úr H71 síðsta summar. Vongurin verður verandi í Íslandi í nakrar dagar afturat, tí hann skal spæla tveir venjingardystir við U21-landsdystum móti íslendingum um vikuskiftið - hetta sum fyrireiking til HM-endaspælið í Týsklandi í summar.

Hetta var triðja meistaraheitið hjá mansliðnum hjá ÍBV. Seinast steypið stóð á Vestmannaoyggjum var eftir finalurøðina í 2018.

[object Object]
Føroyingarnir við steypinum og við merkinum aftanfyri seg (Mynd: Ingibjørg Olsen)

Fimta finalan um íslendska meistaraheitið hjá monnum
Heimaey, 31. mai
ÍBV - Haukar 25-23 (11-10)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2023

39 Leygardagur 03. juni 2023

Hesi blivu ársins leikarar í hondbólti

Ársins leikarar gjørdust Jana Mittún og Rói Ellefsen á Skipagøtu úr H71. Eisini vóru aðrar "ársins" heiðurslønir handaðar

(Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ársins gallaveitsla fyri hondbóltin var farna vikuskiftið, og áðrenn sjálv veitslan byrjaði, vóru ársins heiðrar í hondbólti kappingarárið 2022-23 latnir.

Hesi vóru heiðrað:

Ársins leikarar:
Jana Mittún, H71
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71

Ársins stjørnuskot:
Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe, H71
Ísak Vedelsbøl, Neistin

Ársins málverjar:
Jovana Stranjanac, Kyndil
Mladen Mjerimacka, VÍF

Ársins dómarar:
Jógvan Skeel Nolsøe
Thomas Juul Thomsen

Ársins verjuleikarar:
Brynja Høj, Neistin
Peter Krogh, H71

Ársins álopsleikarar:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71

Ársins venjarar:
Simon Olsen, H71 (kvinnur)
Simon Olsen, H71 (menn)

Toppskjúttar:
Turið Arge Samuelsen, 279 mál, Kyndil
Rói Ellefsen á Skipagøtu, 143 mál, H71

Ársins lið kvinnur:
Málverji: Jovana Stranjanac, Kyndil
Vinstri vongur: Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe, H71
Vinstri bakkur: Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Miðja: Jana Mittún, H71
Høgri bakkur: Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Høgri vongur: Jancy Jógvansdóttir Poulsen, Stjørnan
Strika: Bjarta Osberg Johansen, Neistin

Ársins lið menn:
Málverji: Mladen Mjerimacka, VÍF
Vinstri vongur: Sjúrður Olsen, VÍF
Vinstri bakkur: Bjarni í Selvindi, StÍF
Rói Ellefsen á Skipagøtu: H71
Høgri bakkur: Peter Krogh, H71
Høgri vongur: Bogi Hansen, H71
Strika: Ísak Vedelsbøl, Neistin

Sí fleiri myndir her

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2023

40 Leygardagur 03. juni 2023

HB-málveitsla í Gundadali

Adrian skoraði beinleiðis upp á fríspark, og fekk hattrikk tá HB vann 6-1 ímóti EB/Streymi

(Skíggjamynd: Dystir.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað bleiv enn einaferð til ein sigur til teir reyðu og svørtu, nú HB og EB/Streymur hittust fyri aðru ferð í ár mánadagin.

Seinastu ferð, var tað fyri fyrstu ferð við fyrrverandi EB/Streyma-venjaranum, Jákupi Martin Joensen, við HB-róðrið, og tá vunnu havnarmenn 3-0 á Eiði.

Hesaferð var sonn málveitsla. Longu tá eitt korter varð leikt, var HB á odda 3-0 við málum frá Áka D. Samuelsen, Adriani Justinussen og Jákupi Thomsen.

Adrian Justinussen økti í 34. minutti til 4-0, og tað gjørdist ógvuliga trupult hjá sundalagsmonnum at koma aftur.

Eftir steðgin, í 58. minutti, skoraði Dan í Soylu til 5-0. Tá góður tími varð leiktur fekk EB/Streymur brotsspark og Niels Pauli Danielsen kundi minka um munin til 5-1.

Adrian Justinussen fekk sítt triðja mál og hattrikk tá fýra minuttir vóru eftir av vanligari leiktíð. Tað var við beinleiðis frísparki, sum hann gjørdist so eyðkendur við fyri nøkrum árum síðani.

Ein tryggur HB-sigur og sum ger, at teir reyðu og svørtu í Gundadali varðveita annað plássið. Tvey stig eru niður til grannarnar á triðja plássið, men heili sjey stig eru upp til krút sterka KÍ-liðið sum liggur á fyrsta plássið við 36 stigum.

11. umfar í Betrideildini hjá monnum
Mánadagin, 2. Hvítusunnudag, 29. mai

HB - EB/Streymur 6-1 (4-0)
11' Áki D. Samuelsen 1-0
13' Adrian Justinussen 2-0
15' Jákup Thomsen 3-0
34' Adrian Justinussen 4-0
58' Dan í Soylu 5-0
64' Niels Pauli Danielsen 5-1 (br.)
86' Adrian Justinussen 6-1

ÍF - KÍ 1-7 (0-4)
08' Páll Andrasson Klettskarð 0-1
11' Deni Pavlovic 0-2
28' Árni Frederiksberg 0-3
44' Páll Andrasson Klettskarð 0-4
50' Dánjal á Lakjuni 1-4
56' Luc Kassi 1-5
75' Jákup Norðoy Vilhelmsen 1-6
81' Páll Andrasson Klettskarð 1-7

Víkingur - B68 1-1 (1-1)
10' Hanus Højgaard 0-1
25' Margin Klein Joensen 1-1

07 Vestur - TB 2-0
57' Magnus Holm Jacobsen (br.) 1-0
90' Oddur Petersen 2-0

B36 - AB 2-1 (1-1)
4' Aron Knudsen 1-0
19' Teitur Olsen 1-1
71' Valerjis Sabala 2-1

Stigatalvan

1. KÍ 36 stig (12 dystir)
2. HB 29 stig (12 dystir)
3. B36 27 stig (12 dystir)
4. Víkingur 21 stig (12 dystir)
5. 07 Vestur 13 stig (11 dystir)
6. B68 11 stig (11 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (11 dystir)
8. ÍF 9 stig (11 dystir)
9. TB 6 stig (11 dystir)
10. AB 1 stig (11 dystir)

Hetta vikuskiftið er 12. umfar á skránni.

Leygardagin 3. juni kl. 19: KÍ - AB

Sunnudagin 4. juni kl. 15: ÍF - 07 Vestur
Sunnudagin 4. juni kl. 15: B36 - Víkingur
Sunnudagin 4. juni kl. 15: EB/Streymur - TB
Sunnudagin 4. juni kl. 16: B68 - HB


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2023

41 Leygardagur 03. juni 2023

Høvuðsvenjarin hevði týdningarmiklari síðulinju á leikdegnum

B36 venjarin Dan Brimsvík og unnustan Lena gjørdust foreldur fáar tímar undan dystarbyrjan. Tí vóru teir hvítu uttan høvuðsvenjara á síðulinjuni móti AB 2. hvítusunnudag

Dan Brimsvík saman við børnunum (Mynd: B36)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fáar tímar undan dystarbyrjan gjørdust Dan Brimsvík og unnustan Lena foreldur fyri triðju ferð. Tey fingu eina deiliga gentu meðan hópurin hjá B36 fór undir fyrireikingarnar til sín dyst í Gundadali.

- Fótbóltur kann til tíðir kennast sum tað týdningarmesta sum er til, men einki er størri enn børnini og løtan tá barnið kemur í heimin Og soleiðis bleiv hjá Dan og Lenu í dag. Tey vistu longu í gjárskvøldið, at Dan fór at standa undir liðuni hjá Lenu á føðideildini heldur enn við síðulinjuna hjá leikarunum á ovara vølli, skrivaði B36 á sínari Facebooksíðu á leikdegnum.

- Dóttirin varð fødd í øllum góðum, og eg fekk stundir at síggja dystin á telduni. Sjálvt um náttin á føðideldini gjørdist drúgv, so vóru hasir 90 minuttirnir við telduna serliga harðir, skrivaði Dan í einum boðum til B36.

AB gav B36 ein skarpan gang í 11. umfari í Betrideildini mánadagin, og leingi stóð á jøvnum 1-1. B36 vann tó 2-1.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2023

42 Leygardagur 03. juni 2023

Dan Brimsvík tvey ár afturat í B36

B36 og Dan Brimsvík hava longt sáttmálan við tveimum árum

Dan Brimsvík (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Høvuðsvenjarin hjá B36 eitur Dan Brimsvík næstu tvey árini. Sáttmáli varð undirskrivaður í gjár galdandi fyri kappingarárini 2024 og 2025.

Ætlanin var at Dan Brimsvík í 2021 skuldi byrja í B36 sum høvuðsungdómsvenjari, og síðani í 2022 taka yvir sum høvuðsvenjari á besta mansliðnum.

Men longu á vetri í 2020 kom 35 ára gamli havnarmaðurin til Føroya eftir lestur, og tók yvir á besta liðnum eftir at Jákup á Borg og B36 fóru hvør til sítt.

- Dan hevur nú staðið á odda fyri besta liðnum í barndómsfelagi sínum í 2021, 2022 og nú í 2023. Sjálvt um vit eiga stóra úrslitið í landskappingini til góðar, hava vit vunnið stórar løtur og dystir saman við Dan Brimsvík.

- Størsta einstaka løtan, sum eisini uttan iva var ein sera týðandi løta fyri Dan og felagið, var Løgmanssteypið í 2021. Men tað kunnu vit ikki nevna uttan at eisini minnast stóru løturnar og megnar avrikini í Conference leauge í fjør summar, skrivar B36.

B36 liggur á triðja plássið við 27 stigum, og fær sunnudagin vitjan av Víkingi í Gundadali.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2023

43 Leygardagur 03. juni 2023

Bjartalíð sendi Fredrikstad víðari í steypakappingini

Fyrsta málið hjá klaksvíkinginum í Noregi gjørdist avgerandi. Noah Mneney skoraði eisini, men Bryne varð sligið út av liðið úr triðbestu deildini

Jóannes Bjartalíð gjørdist hetjan hjá Fredrikstad í øðrum umfari í steypakappingini - í næstu viku skal liðið spæla ímóti Viking í Eliteserien (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

1/32-finalurnar í norsku steypakappingini hjá monnum - MN Cup - vóru á skránni hóskvøldið. Talan er um annað høvuðsumfar. Ein rúgva av dystum vórðu spældir kring Noreg, og nakrir føroyingar vóru í eldinum.

Fredrikstad vitjaði Ørn Horten, sum til dagliga spælir í triðbestu deildini, í útsynningspartinum av Noreg. Ein deild er á muni millum feløgini, og eitt mál var á muni hóskvøldið.

Tað kom ikki fyrrenn í yvirtíðini. Mikkjal Thomassen hevði valt at byrja inni við Brandi Hendrikssyni og við Jóannes Bjartalíð á bonkinum. Bjartalíð kom á vøllin í øðrum hálvleiki, og hann avgjørdi dystin við sínum fyrsta máli fyri Fredrikstad.

Tað var í yvirtíðini, at nummar 14 varð spældur fríur í kontraálopi, og við sínum "kalda" høgra beini setti klaksvíkingurin bóltin trygt í netið. Frederikstad tekur móti Viking úr best deildini í næsta umfari.

Bryne og Sandnes Ulf spældu eisini móti liðum úr triðbestu liðini, men tey bæði føroyingafeløgini taptu. Noah Mneney javnaði annars fyri Bryne í Haugesund, men Vard vann tó kortini 3-1. Hetta var annað málið hjá unga føroyska landsliðsmiðvallaranum í ár.

[object Object]
20-ára gamli fuglfirðingurin stóð fyri málinum hjá Bryne (Mynd: Sverri Egholm)

Liðið hjá Gullbrandi Øregaard tapti 2-1 á útivølli fyri Nest-Sotra. Harvið eru fleiri føroyingar úti av norsku steypakappingini eftir tap fyri liðið úr lægri deild.

Tað er ikki so stórur munur millum tey góðu liðini í triðbestu deildini og fleiri av liðunum í OBOS-deildini, og trý lið úr Eliteserien taptu eisini móti liðum úr "Division 2": Siðbundna sterka Rosenborg er í trupulleikum í løtuni og tapti 2-1 fyri Stjørdals Blink. Harvið er trýstið á venjaranum Kjetil Rekdal væl størri. Lillestrøm, ið var í steypafinaluni fyri síðsta kappingarár, tapti eisini á útivølli fyri liði úr triðbestu deildini: Ull/Kisa vann eftir longda leiktíð. Stabæk vitjaði hjá Kjelsås, og við nærum eykaliði tapti Eliteserie-liðið 3-1.

Bodø/Glimt var millum liðini, sum eisini hevði trupulleikar. Grannauppgerðin móti Junkeren, sum er í triðbestu deildini, varð ikki avgjørd fyrrenn í 87. minutti. Næsta umfar av NM Cup verður longu mikudagin 7. juni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2023

44 Leygardagur 03. juni 2023

Flogbóltur: Føroyar vunnu á Georgia

Eftir at Føroyar høvdu ligið væl á odda stóran part av fjórða setti, kom spenningur í aftur móti endanum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Silver League, kvinnur:
Føroyar – Georgia 3-1 (25-19, 22-25, 25-22, 25-22)

Eftir flúgvandi byrjan, har Føroyar lættliga vunnu fyrsta settið, kom eitt sindur av turbolensi, har Georgia vann annað sett og var eisini á odda 19-15 í triðja, sum Føroyar tó knógvaðu heim. Føroyar fingu eisini flogið aftur, og lendingin gjørdist avbera vøkur í 3-1 sigrinum í høllini á Hálsi í kvøld.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá dystinum her

Føroyar vóru á odda alt fyrsta settið, sum gekk upp á stás, og skjótt var tað vunnið 25-19.

Tað gekk eisini sum eftir ánni í øðrum setti, men trygga føroyska leiðslan minkaði brádliga niður í 13-12. Eftir føroyskt leikbrá fekst skil á aftur, og Føroyar løgdu seg á odda 17-13. Men so gekk alt av skriðuni, og í einum háli fór Georgia framum 19-17 og helt seg frammanfyri og vann settið 25-22.

Føroyar komu tó aftur á vinnarakós í triðja setti og løgdu seg á odda 7-4, og 10-6. Men so fór undanfarna settið at endurtaka seg, og Georgia javnaði til 11-11 og legði seg framum 19-14. Føroyski venjarin, Cristian Imhoff, bað um leikbrá, og tað hjálpti. Eitt stig fyri og annað eftir át føroyska liðið  av Georgisku leiðsluni, og brátt varð 21-21. Georgiska leikbráið hjálpti einki, og Føroyar hildu fram, og Sofía Purkhús Splidt smassjaði settbóltin í gólvið til 25-22 eftir perfekta móttøku og heving.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Eftir at Føroyar høvdu ligið væl á odda stóran part av fjórða setti, kom spenningur í aftur móti endanum, tá Georgia minkaði um munin til 19-20 og 20-21. Føroyar hildu tó høvdið kalt og við lobbi frá Birgit Guttesen, sum Georgiska liðið ikki fekk bilbugt við, vunnu Føroyar settið 25-22 – og ikki minst dystin 3-1.

Sunnudagin kl. 16 spæla Føroyar seinasta heimadystin, sum verður ímóti Portugal, sum hóskvøldið vann 3-1 á Montenegro.

Menninir spæla eisini sín seinasta heimadyst sama dag. Hann verður ímóti Lettlandi kl. 19. 

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2023

45 Leygardagur 03. juni 2023

Tórsvøllur: Nýggj og framkomin ljósskipan sett upp

Og hon er til reiðar at taka í nýtslu. "Aðalroyndin" verður til A-landsdystin hjá monnum móti Kekkia 17. juni. Samlaði kostnaðurin er 11 milliónir krónur

Har var ein munandi ljósdálking frá gomlu ljósunum, sum var til ampa fyri grannarnar, men í nýggju ljósunum er framkomin LED tøkni, sum tryggjar, at ljósini einans lýsa á sjálvan vøllin.(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tá gamla ljósskipanin á Tórsvølli varð tikin í nýtslu í 2011, var hetta eitt frambrot fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Men nú vóru ljósini so mikið slitin, at styrkin í lampunum livdi ikki longur upp til tey krøv, ið verða sett, tá landsdystir skulu spælast.

Soleiðis greiðir Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, frá í samband við avgerðina um at seta nýggja ljósskipan upp. Talan var eisini um eina munandi ljósdálking frá gomlu ljósunum, sum var til ampa fyri grannarnar, men soleiðis verður ikki við teimum, ið nú eru sett upp á Tórsvølli.

- Í nýggju ljósunum er framkomin LED tøkni, sum tryggjar, at ljósini einans lýsa á sjálvan vøllin. Vit eru tískil sera væl nøgd við nýggju skipanina, sum nú eru klár at taka í nýtslu.

Hetta sigur Kristin Dam Ziska við fsf.fo. Tað er Musco Lighting, ið er veitari av nýggju ljósunum. Samlaður kostnaður av verkætlanini liggur um 11 milliónir krónur.

Heimasíðan hjá FSF skrivar samstundis, at arbeiðið at skifta ljósini á Tórsvølli er liðugt, og at tey eru til reiðar at taka í nýtslu. Nýggja ljósskipanin verður tikin alment í nýtslu leygardagin 17. juni, tá manslandsliðið tekur ímóti Kekkia í EM-undankappingardysti á Tórsvølli.

[object Object]
Gomlu ljósini í desember 2021 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Her verður eitt av stóru ljósunum frá 2011 tikið niður (Mynd: Ólavur Frederiksen)

[object Object]
Eitt av teimum nýggju (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

[object Object]
(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2023

46 Leygardagur 03. juni 2023

Tað eydnaðist heldur ikki hesa ferð ímóti Kýpros

Flogbóltur, menn: Eftir báðar dystirnar móti Kýpros í vikuni má ásannast, at enn restar nakað í, at tað fer at eydnast at vinna

(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Silver League, menn:

Kýpros – Føroyar (spældur í Føroyum): 3-0 (25-19, 25-15, 25-15)

Vónir vóru undan dystunum ímóti Kýpros mánadagin og týsdagin, at tað skuldi fara at eydnast at vinna á Kýpros fyri fyrstu ferð, ella í hvussu er at vinna eitt sett. Men eftir báðar dystirnar má ásannast, at enn restar nakað í, at tað fer at eydnast at vinna á Kýpros, men at vinna fyrsta settið ímóti teimum, er kanska ikki so langt burtur kortini.

Settúrslitini siga, at tað gekst verri í seinna dystinum. Tað er kanska eisini rætt, men sigur kortini ikki allan sannleikan, tí løtur vóru hesaferð, sum løgdu upp til eitt heilt gott úrslit, men tá til stykkis kom, fór tað kortini fyri mutur og skutur, tá settini skuldu avgerast. Lítið er at ivast í, at tvørrandi royndirnar hjá føroyska liðnum eiga sína søku í hesum. Hinvegin kann unga føroyska liðið menna seg nógv næstu árini, og tí er ikki grund til at fella í fátt. Tvørturímóti!

Føroyar komu nógv betur frá byrjan í seinna dystinum, og hóast tað hevði hug til at dragna miðskeiðis í fyrsta setti, so bardu Føroyar seg innaftur í dystin, og minkaðu um munin til 19-20. Men so vann Kýpros næstu fimm bóltarnar og settið 25-20.

Í øðrum setti sá heilt gott út, tá Føroyar løgdu seg á odda 5-2, men við servu, sum tók í netkantin, legði Kýpros seg framum 8-7, og so gekk skjótt skeivan veg hjá okkara. Konsentratiónin tóktist vera farin, og skjótt hevði Kýpros vunnið 25-15.

Triðja settið var ikki heilt ólíkt tí undanfarna. Føroyar vóru væl við til 8-10, men so fór at dragna millum liðini, og seinastu løtuna sóu Føroyar út sum eitt lið, sum ikki trúði so nógv uppá tað, og so vann Kýpros 25-15.

Sunnudagin kl. 19 spæla Føroyar aftur á heimavølli – hesa ferð ímóti Lettlandi, sum er styrkismett nr. 27 í Evropa. Føroyar eru nr. 37 og Kýpros nr. 35.

[object Object](Mynd: Flogbóltssamband Føroya)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2023

47 Leygardagur 03. juni 2023

EM í rógving: Einki heiðursmerki til Sverra

Í A-finaluni í einskullara hjá monnum sunnudagin endaði Sverri Sandberg Nielsen á einum fjórða plássi

(Mynd: Balint Czucz/Landsholdet i roning)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað bleiv ikki til nakað heiðursmerki til Sverra Sandberg Nielsen, sum í farnu viku luttók í EM í rógving í Bled í Slovenia.

Hósdagin kom hann fyrstur á mál í innleiðandi róðrinum, og tað sama í hálvfinaluni leygardagin, men í A-finaluni í einskullara hjá monnum sunnudagin endaði miðvingurin á fjórða plássi.

Fyrstur á mál var Leonard Van Lierop úr Niðurlondum við tíðini 06.46.91, á øðrum plássi var Stefanos Ntouskos úr Grikkalandi við tíðini 06.47.87, og á triðja plássi týski Oliver Zeidler við tíðini 06.48.14. Tíðin hjá Sverra var 06.50.67.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2023

48 Leygardagur 03. juni 2023

Badminton: U15-landsliðið fekk góð úrslit í kapping í Farum

Fýra vunnu heiðursmerki í A-bólkinum, og sum heild stóðu føroysku umboðini seg væl. Aðrir føroyingar luttóku eisini og vunnu heiðursmerki

At føroyskt badminton er í støðugari menning sæst aftur
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í døgunum 27. til 29. mai luttók U15 ungdómslandsliðið í badminton í eini kapping í Farum, sum liggur norðan fyri Keypmannahavn.

Føroyskir leikarar hava nú í nøkur ár luttikið í hesari kappingini og eru nærum hvørja ferð komin heim aftur við fleiri heiðursmerkjum.

At føroyskt badminton er í støðugari menning sæst aftur í hvørjum bólkum, tey eru meldaði til í. Okkara leikarar luttóku í teimum ovastu bólkunum, E-bólkinum, sum er elitubólkurin, M-bólkinum, sum er beint undir E-bólkinum, og í A-bólkinum.

Leikararnir í bæði E, M og A bólkinum høvdu fleiri tættar og gevandi dystir, har føroysku leikararnir stóðu seg sera væl. Har tað bar til, luttóku tey í heili trimum kappingum, einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Fýra komu heim aftur við heiðursmerkjum í A bólkinum: Inga Guðrin Samuelsen fekk silvur í einmansleiki hjá gentum, Ørvur Gunnarsson Isfeld og Símun Thorkildshøj Sigvardsen somuleiðis silvur í tvímansleikur dreingir, Símun Thorkildshøj Sigvardsen vann sær bronsu í einmansleikur dreingir, og 
Naomi Rajani Færø og Inga Guðrin Samuelsen endaðu á sama plássi í tvímansleiki hjá gentum.

Aðrir føroyskir leikarar luttóku eisini í kappingini í Farum. Kristoffur Samuelsen vann silvur í tvímansleiki fyri menn saman við einum donskum leikara. Hann spældi í U17/19A. Tóra Erlandsdóttir vann gull í einmansleiki og silvur í blandaðum tvímansleiki saman við íslendskum leikara - hon spældi í U13A.

Hesi luttóku fyri Føroyar (U15-landsliðið):
Ranja Joensen
Inga Guðrin Samuelsen
Naomi Rajani Færø
Hansina Eysturtún Mouritsen
Sarita Kvilt
Jafet Rasmussen
Tóki Yngvason Guttesen
Ørvur Isfeld
Beinir Rúnason Weihe
Símun Sigvardsen

Við á ferðini var eisini ungdómslandsliðsvenjarin Fai Yin Wong, og ferðaleiðararnir Birita og Jon Sigurd Samuelsen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2023

49 Leygardagur 03. juni 2023

Enn ein sigur til Sarah Mahfoud

Eftir at hálvføroyski boksarin farna fríggjakvøld vann á italsku Veronica Tosi, hevur hon nú vunnið 13 av 14 dystum sum yrkisboksari

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hálvføroyski boksarin Sarah Mahfoud vann síðsta fríggjakvøld á italsku Veronica Tosi, ið eisini verður nevnd "slaktarin".

Hetta var í sambandi við Danish Fight Night í Royal Arena í Keypmannahvan. Dysturin vardi átta umfør.

33 ára gamla Sarah Mahfoud hevur nú vunnið 13 av 14 dystum sum yrkisboksari. Einasti ósigurin var í september í fjør. Hon tapti ímóti Amandu Serrano úr Puerto Rico í Manchester og misti tá eisini sítt heimsmeistaraheiti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2023