Leygardagur 17. juni 2023 | Nr. 24 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 4
SíÐa 8
SíÐa 2
SíÐa 11
SíÐa 9
SíÐa 33
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Løgtingið hevur nú givið landsstýrismanninum við uttanlandsmálum heimild at seta ætlaðu tiltøkini mótvegis Russlandi í verk. Tað snýr seg um at sýta russiskum skipum, sum ikki eru beinleiðis knýtt at fiskiskapinum í føroyskum sjóøki atgongd til havnir í Føroyum.
Hetta verður gjørt fyri at gera vart við, at Føroyar ikki kunnu góðtaka tær krígsgerðir, sum Russland fremur móti grannalandinum, Ukraina.
Men hóast hetta tiltak, at síggja til, tykist sum ein týdningarleysur dropi í einum óendaligum havi, so hevur hetta elvt til almikið kjak á løtingi hesar seinastu dagarnar. Tingið eins og tjóðin er tvíbýtt – samgongan (tey flestu av teimum) er fyri og andstøðan (tó ikki formaðurin í Miðflokkinum) er ímóti.
Tað er óttin fyri hvørjar avleiðingar hetta fær fyri føroyska fiskivinnu og útflutningsvinnu, sum er orsøkin til at talað varð harðliga ímóti at geva landsstýrismanninum hesa heimild. Og so tað, at ein frágreiðing, sum embætisfólk hava skrivað fyri at stuðla landsstýrinum í avgerðini, verður hildin í trúnaði.
Loysir hetta seg fyri føroyska vinnulívið? og hvørja avleiðingar fáa hesi tiltøk fyri Føroyar?, vóru spurningarnir, ið vórðu settir.
Tann einasti tingmaðurin, sum var “heilt klárur í spýttinum” – sum danir plaga at taka til –, altso segði tingini, sum tey eru, var Jenis av Rana fyrrverandi landsstýrismaður við uttanlandsmálum.
- Tað er bert ein tapari her. Og tað er ikki føroysk vinnulívsfólk ella fiskimenn. Tað er fólkið í Ukraina, sum aldri kann kenna seg trygt um nær tann næsta drepandi bumban brestir.
Og tað er jú tað, sum tað snýr seg um.
Kunnu vit góðtaka kríggið í Ukraina, ella skulu vit framhaldandi samhandla við Russland, hóast kríggið?
Spurningurin átti at verið, men er ikki, einfaldur at svara.
Tí ynskir mann at seta tiltøk í verk móti Russlandi, so kostar tað – sjálvandi. Tað ber ikki til at seta mótmælistiltøk í verk móti einum øðrum landi, einum øðrum marknaði, sum loysa seg.
Men tað tyktust øll tingfólkini í andstøðuni at halda. Tey vildu hava kalkylurnar fyri hvussu nógv vit missa, hvør missir, og hvør er spurdur og ikki spurdur.
Men um ein ikki vil hava, at ein uttanríkispolitisk avgerð skal hava avleiðingar fyri nakran innanlands, so ber tað ikki til at reka uttanríkispolitikk.
So kunnu vit bara gera, sum vit altíð hava gjørt. Lata standa til og virka sum best, inntil tær uttanríkispolitisku avgerðirnar verða tiknar yvir høvdinum á okkum. Tað er sjálvandi eisini ein hugburður at hava – og hesa áskoðan skulu politikarar sjálvandi hava loyvi til at hava. Bara tey siga tað sum tað er.
At lata tíðina taka sær av tí, ella sum norðmenn siga, “det grejer sig i sjøen”, hevur jú altíð verið føroyskur politikkur, tá tað snýr seg um týðandi avgerðir, ið eru ordiliga truplar at taka, tí tær koma at raka onkran.
Vit kunnu ikki lata vera við at tríva í nazi-kortið, og spyrja, um tað eftir annan heimsbardaga mundi vera nakar politikari, sum við stoltleika í røddini breggjaði sær av, at hann hevði tryggja vinnulívinum í landi sínum marknaðaratgongd til Týsklands.
Tað er sjálvandi lætt at spyrja so í dag, og tað er altíð óreint at draga fram í eini debatt.
Men hvør veit, hvør situr við valdið í Russlandi í morgin ella um eitt ár?, eins og Jenis av Rana spurdi í tinginum í gjár. Tað kann líka so væl vera Navalnyj, sum situr í Kreml og Putin í fongsli. Vit vita ikki og kunnu heldur ikki vita.
Men um so er at eitt valdsskifti fer fram í Russlandi orsaka av trýsti uttaneftir – og kanska eisini innaneftir av teimum meinigu russum, sum ikki fáa mat á borðið – so kunnu vit siga, at vit áttu okkara evarska lítla klípi í, at tað hendi, tí vit tordu at taka støðu.
Hóast afturgongd er Ruth Vang tó best umtókt í landsstýrinum. Løgmaður hevur mist lutfalsliga størst umdømi
Tíðin bøtir ikki upp á, hvussu veljarin dámar fólkini, sum eru sett í landsins stjórn.
Tað vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti í undanfarnu viku. Í hesum sambandi bóðu vit eisini veljararnar um at geva teimum níggju fólkunum, sum sita í landsstýrinum karakter.
Tá vit fyri trimum mánaðum síðani settu veljarum sama spurning um hvussu tey mettu at tey níggju fólkini í landsstýrinum høvdu klárað seg á einum skala frá 1 til 5 eftir fyrsta ársfjórðingin í embætinum, fingu tey eitt ummæli á 3,02, sum er beint oman fyri miðal.
Í dag er ummælið lækkað niður í 2,84 í miðal fyri øll landsstýrisfólkini.
Tað er Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum er dalaður mest í umdømi henda ársfjórðingin. Okkurt bendir á, at málið har løgmaður varð fangaður fyri at brúka skeiv tøl fyri at grundgeva fyri at steingja havnir fyri russiskum skipum, hevur revsað hann hart. Fyri trimum mánaðum síðani var løgmaður millum tey trý best umtóktu landsstýrisfólkini við umdøminum 3,25 – væl yvir miðal.
Í nýggju kanningini fær hann umdømið 2,81.
Best umtókt er framvegis Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, men hennara umdømi er lækkað frá 3,39 til 3,14.
Síðan koma Sirið Stenberg og Djóni Nolsøe Joensen við 3,05, Margit Stórá 3,03. Og tey, ið fáa undir miðal í umdømi eru: Aksel V. Johannesen 2,81, Bjarni K. Petersen 2,75, Høgni Hoydal 2,62, Ingilín Strøm 2,59 og Dennis Holm 2,49.
Hesaferð hava vit eisini hugt eftir muninum hvat fólk halda um landsstýrisfólkini í mun um tey atkvøða fyri einum samgonguflokki ella einum andstøðuflokki.
Sum vera men er ikki semja – als ikki. men munurin er rættiliga stórur í nógvum førum.
Tak Høgna Hoydal til dømis. Hann er triðbest dámda landsstýrisfólk millum samgonguveljararnar við umdøminum 3,66. Men millum andstøðuveljarar rakar hann botnin við 1,69.
Eisini hjá løgmanni, Ingilín Strøm og Dennis Holm er stórur munur á umdøminum sum tey fáa frá samgongu- og andstøðuveljarum. Hóast samlaða umdømi hjá løgmanni er dalað nakað, so er hann framvegis tann best umtókti millum samgonguveljararnar við umdøminum 3,73, beint framman fyri Ruth Vang við 3,71 og triðja floksformanninum í samgonguni Høgna Hoydal við 3,66.
Best umtókti landsstýrismaður millum andstøðuveljarar, er Djóni Nolsøe Joensen, sum næstan rakar miðal við einum umdømi á 2,91. Eisini Ruth Vang, Margit Stórá og Sirið Stenberg klára seg lutfalsliga væl millum andstøðuveljarar, vísir kanningin, sum varð gjørd mikudagin 7. juni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2023
Listasavn Føroya má undir at gera neyðugar umbøtur av gamla skálanum – útbyggingar eru eisini á skránni
(Tilgjørd mynd: Brim Arkitektar)
Um alt gongur eftir ætlan verður um eitt gott ár farið undir við at nýmótansgera og víðka Listasavn Føroya í Gundadali, so at umstøðurnar gerast uppaftur betri, ikki minst fyri tey nógvu børnini og skúlaflokkarnar, sum vitja á hugnaliga savninum við Plantasjuna.
Seinnapartin í gjár lat upp ein lítil framsýning í einum av teimum smærru framsýningarhølunum, har greitt verður frá Listasavninum frá tí at fyrstu tankarnir um at byggja ein Listaskála komu fram.
Í hesum døgum eru nevniliga 30 ár liðin síðan at fáverandi Listaskálin – í ringastu krepputíðum – varð bygdur út, so at Listasavnið fekk møguleika fyri at hava eina fasta framsýning við føroyskari list saman við teimum skiftandi framsýningunum, sum eru í upprunaliga ‘skálanum’.
Skálin kann ikki brúkast meira
Men tað er eisini ein sannroynd, at bygningurin frá 1970 treingir til umvælingar, tí í veruleikanum er hann ikki egnaður til at hýsa list.
Tað stendur so illa til við gamla skálanum, at hann ikki kann brúkast meira, staðfestir Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavninum.
Hann lekur, takið er rotið, ongin klimastýring er í rúminum og fólk í koyristóli hava ikki atgongd.
Tí er hetta tað, sum í fyrstu at løgu treingir til at vera gjørt.
Arkitektarnir, sum teknaðu bygningin frá 1993, Niels Frihiof Truelsen og J. P. Gregoriussen (Mynd: Thomas Johannesen)
Palli Gregoriussen góðtók ætlanina
Tað, sum nú sæst á framsýningini, er tekningar av Listasavninum, sum ætlanin er at tað skal síggja út um nøkur ár. Talan er um eina byggiætlan, sum kemur at kosta 60 milliónir krónur. 50 milliónir eru longu fingnar til vega, og vónandi eydnast tað at finna tær seinastu milliónirnar, so at triðja byggistigið í verkætlanini eisini kann gerast veruleiki, sigur Karina Lykke Grand.
Tað eru Brim Arkitektar, sum hava gjørt tekningarnar yvir, hvussu Listasavnið í framtíðini skal síggja út.
- Tíbetur eydnaðist tað at leggja tekningarnar fram fyri Palla Gregoriussen – upprunaliga arkitektin – og hann góðtók nýggju ætlanirnar áðrenn hann doyði á vári 2021.
Listaskálin skal hava nýtt tak og nýggjan klædning (Tilgjørd mynd: Brim Arkitektar)
Lýsandi fasada
Í fyrstu atløgu er talan um at umvæla tann elsta bygningin, sum skal hava nýggja tekju, og hann skal bjálvast og hava nýggja fasadu.
- Vit hava valt eina loysn at bjálva bygningin uttanífrá, og so leggja vit ein serligan klædning úr timbri uttaná, har vit hava møguleika fyri at leggja ljós í, so at vit kunnu hava eitt spennandi ljósspæl í klædninginum. Orkan til hetta ljósið skal koma frá sólfangarum á tekjuni, sum varðveitir núverandi skapið við yvirljósgluggum, greiðir listasavnsstjórin frá.
Upprunaligi listaskálin skal eisini uppstigast til at lúka altjóða krøv fyri slík framsýningarhøli. Sjálvandi skal tað ikki vera vandi fyri at vatn lekur út tekjuni. Men har skal eisini vera stýring av luftini og hitanum innan. Harafturat skulu atkomumøguleikarnir fyri rørslutarnað eisini betrast.
Men núverandi stóra rúmið til tær skiftandi framsýningarnar verður varðveitt.
Nýggja og fjórða 'pyramidan' verður eitt sindur forskotin í mun til hinar (Tilgjørd mynd: Brim Arkitektar)
Gera ætlanina frá 1993 lidna
Annað byggistig snýr seg í veruleikanum um at gera bygningin frá 1993 lidnan.
- Upprunaliga var ætlanin um at bygningurin skuldi hava fýra pyramidur. Men hetta varð bygt í ringastu búskaparligu tíðum, og tí endaði tað við, at bygningurin gjørdist tann hann nú hevur verið í 30 ár.
- Men hann varð ikki liðugur. Fólk hava kanska bitið merki í, at tað liggur eitt planerað øki sunnan fyri bygningin, inn móti plantasjuni. Tað er her, at tann seinasta pyramidan nú skal byggjast. Tað vil siga, at tað verður ikki ein pyramida, men ein bygningur við somu vídd, sum pyramidurnar, men við einum øðrvísi og meira nýmótans skapi. Eisini verður hesin bygningurin forskotin eitt sindur í mun til hinar pyramidurnar, greiðir Karina Lykke Grand frá.
- Endamálið við hesum bygninginum verður at dekka ein tørv, sum vit hava havt. Eitt nú til at hýsa bingjuni hjá Tróndi Patursson, sum treingir til at koma innandura. Hartil skulu vit hava hølir uttan dagsljós, sum kunnu hýsa list, ið er viðkvom yvir fyri dagsljósi. Her verður serliga hugsa um fotolist, vatnlitsmálningar og so sjálvandi videolist.
Økið oman móti plantasjuni hevur nú í 30 ár staðið klárt til ta seinastu "pyramiduna" (Mynd: Jens Kr. Vang)
Í staðin fyri at hava eina pyramiduformaða tekju, verður tekjan eitt uttandura uppihaldsstað fyri tey vitjandi at brúka.
Eitt sera neyðugt endamál við bygninginum er eisini at skugga fyri stóru gluggunum í núverandi bygninginum, sum í dag hava eina stóra avbjóðing av, at rúmið gerst alt ov heitt til tíðir – so mikið heitt, at tað kann vera til vanda fyri listaverkini, greiðir Karina Lykke Grand frá.
Savnsstjórin leggur í hesum sambandi dent á, at ætlaða byggingin av Listasavninum ikki økir um hæddina á bygninginum. Tað hevur eisini týdning fyri hana at staðfesta, at onki træ, ikki eitt einasta, skal lúta fyri útbyggingini, tí økið sunnan fyri bygningin hevur staðið klára og planerað til endamálið í 30 ár.
Grannahúsið til børnini
Triðja byggistig í ætlanini fevnir um grannahúsini, sum liggja beina oman fyri savnið á adressuni oman Viðarlund 3. Hetta er ein ogn, sum fyri fleiri árum síðan varð ognað Listasavninum.
Nú er loksins ein ætlan gjørd fyri, hvussu hann skal brúkast. Í fyrstu atløgu skal hesin bygningur brúkast til at hýsa virksemi í sambandi við undirvísing og vitjan av børnum. Fólk, sum hava vitjað nýmótans listasøvn uttanlands vita, at her hava tey altíð tilboð til barnagarðs- og skúlaflokkar, sum vitja, so at tey kunnu fáa eina góða uppliving og frálæru um list.
Tað verður í hesum húsinum. Húsini oman Viðarlund 3 standa eitt sindur forskotin frá stóra savnsbygninginum. Í planinum verður nýggja “pyramidan” inn móti plantasjuni bygdi eftir somu linjum sum hesi húsini.
Hatta fyri at fólk kunnu fáa eina uppliving av, at listasavnið hevur forskotið seg eitt sindur fyri hvørja ferð tað er útbygt.
Grannahúsið oman Viðarlund 3 skal eftir ætlan innrættast til børn og skúlanæmingar (Tekning: Brim Arkitektar)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2023
Ken Nónklett, advokatur, legði mánadagin fram sína kanningarstjórafrágreiðing um handfaringina hjá Jacob Vestergaard og Fiskimálaráðnum av útlutan av fiskirættindum til vinnuligar royndir í 2020 og 2021
Onki álvarsligt kom á borðið, tá Ken Nónklett, advokatur, legði fram sína kanningastjórafrágreiðing um handfaringina hjá Jacob Vestergaard av menningarkvotum í 2020 og 2021.
Tað var í mars í fjør, at táverandi løgtingsformaður, Jógvan á Lakjuni, heitti á Ken Nónklett um at gera frágreiðingina í tráð við umbøn frá 15 tingfólkum frá oktober 2021 um at seta kanningastjóra.
Tað krevjast einans 14 tingfólk at krevja, at ein kanningarstjóri verður settur. Henda skipan er ein av sokallaðu minnilutaverjunum.
Mánadagin kundi frágreiðingin so almannakunngerast, men av tí at tilmælini eru rættiliga veik og niðurstøðurnar ikki eru so tyngjandi, so er enn óvist um henda kanning yvirhøvur fær nakra avleiðing fyri Jacob Vestergaard, ið jú ikki longur er landsstýrismaður. Hann segði landsstýrissessin frá sær og tók við aftur tingsessi sínum í sambandi við nógv umrødda málinið um sammøður fram móti árslok 2021.
Ken Nónklett greiddi á tíðindafundi frá um tær umsóknirnar, sum hann hevur viðgjørt. Talan er mest um viðgerðir, at landsstýrismaðurin hevur vikið burtur frá teimum tilmælum, sum hann hevur fingið frá embætisverki sínum.
Men advokaturin kundi ikki vísa á, at landsstýrismaðurin hevur brotið seg inn á nakra lóg við teimum avgerðum hann hevur tikið, tí hann hevur – í notatum – grundgivið fyri, hví hann hevur valt at geva kvotu til onkran annan umsøkjara, enn hvat umsitingin mælti til.
- Landsstýrismaðurin hevur heimild til at taka politiskar avgerðir í síni umsiting av skipanini, um avgerðirnar eru grundaðar, staðfesti Ken Nónklett á tíðindafundinum.
Mælir til átalu
Og í spurninginum um brot er framt á lógina um ábyrgd landsstýrisins, skrivar kanningarstjórin:
“Út frá omanfyri standandi vil eg mæla til, at Løgtingið endar hetta málið við einum uppskoti til samtyktar at geva fyrrverandi landsstýrismanninum, Jacob Vestergaard, eina átalu fyri brot á grein 5, stk. 1 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna fyri tilvitað at hava drálað við at viðgera umsóknirnar viðvíkjandi útlutan av kvotu eftir §49, stk 1 í sjófeingislógini í 2020. Her skal serliga vísast á, at lýst varð eftir umsóknum, umsóknir vórðu latnar inn, og umsitingin í Fiskimálaráðnum hevði viðgjørt umsóknirnar umfralt latið Jacob Vestergaard tilmæli til støðutakan. Málið var soleiðis klárt at avgreiða. Landsstýrismaðurin velur tó tilvita at drála og ikki viðgera umsóknirnar, orsaka av politiskum orsøkum, sum ikki kunnu metast vera sakligar”.
Á tíðindafundinum vísti Ken Nónklett á, at tað var týðuligt, at viðgerðin í 2020 varð merkt av, at umsitingin ikki rættiliga visti, hvussu henda skipanin við vinnuligum royndum og verkætlanum í staðin fyri menningakvotum skuldi skipast.
Tí varð viðgerðin trilvandi, og førdi millum annað til, at eitt broytingaruppskot varð lagt fyri fram móti ársenda fyri at gera lógina greiðari viðvíkjandi kravinum um at hava skip tøkt. Kvoturnar vórðu tí fluttar til árið eftir.
Til viðgerðar í formansskapinum
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, segði mánadagin, at tað enn ikki er greitt, hvat víðari fer at henda við hesi frágreiðingini.
- Frágreiðingin er vorðin almenn í dag. Nú fara vit í formansskapinum at brúka nakrar dagar til lesa frágreiðingina, og so fara vit at taka støðu til, hvat vit víðari gera við hetta, segði Bjrt Samuelsen.
Jacob Vestergaard er ein av teimum fáu, sum frammanundan er kunnaður um innihaldið í frágreiðingini og hevur havt møguleika til at gera viðmerkingar. Hann var ikki til staðar, tá kanningarstjórin helt sína framløgu í stóra fundarhølinum hjá Løgtinginum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2023
Seinkingar í 5G-verkætlanini hjá Føroya Tele og Ericsson hava við sær, at føroyingar nú kunnu vænta at fáa 5G-samband í heyst
Á heysti 2021 skrivaði Føroya Tele undir stóra, týðandi avtalu við altjóða tøknirisan Ericsson um nýtt farnet við 5G-tøkni. Arbeiðið við at skifta og útbyggja sendistøðirnar í netinum fór av bakkastokki í juni í fjør, og í november var hesin partur liðugur.
Tá vóru gott og væl 165 sendistøðir skiftar út, og fleiri enn 30 nýggjar sendistøðir settar upp. Síðani hevur arbeiðið snúð seg um at neyvstilla sendinetið samtíðis við, at næsti partur av verkætlanini, sum er at leggja um til Ericsson í kjarnutøknini, fór í gongd.
Heilt frá byrjan hava stórar uttaneftir avbjóðingar tó darvað pørtum av verkætlanini, og nú føra hesar til lutfalsliga stórar seinkingar av allari verkætlanini. Í flestum førum hava tær sín uppruna í koronufarsóttini, sum hevur loypt ólag í veitingarketurnar av tøkniligari útgerð.
- Vit hava veruliga fingið sviðan at kenna, tá ið vit fóru at leggja um til Ericsson í kjarnutøknini. Veitarar við stórum týdningi hava ikki megnað at veitt útgerð til tíðina, og vit hava tískil verið noydd at kanna nýggjar loysnir, sum hava ført til enn og fleiri seinkingar, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti.
Í flestum førum eru góðar tøkniligar loysnir funnar, men í einstøkum førum hava loysnirnar ikki lokið tøkniligar standardir og treytir, og tey krøv, sum eru sett.
- Tað harmar okkum almikið, at 5G-verkætlanin er seinkað, og at kundarnir framvegis ikki hava fingið atgongd til 5G og allar teir nýggju hentleikarnar, sum farnetið fer at bjóða. Gjøgnum alla verkætlanina hevur verið lagt nógv fyri at órógva kundarnar sum minst, hóast talan hevur verið um landsumfevnandi arbeiði og stór inntriv í alt farnetið. Málið er í eygsjón, nú síðsti partur er í gongd, og vit gleða okkum at bjóða øllum føroyingum á nýggja heimsklassanetið í heyst, sigur Símun Skaalum.
Føroya Tele og Nema hava gjørt avtalu um at samstarva um nýggja farnetið. Avtalan kemur í gildi, tá ið nýggja netið verður tikið í nýtslu, og tá ið samstarvið er góðkent av Kappingareftirlitinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2023
Fishfacts: Frágreiðingin sum partur av vinnulívinum hevur biðið um frá Fishfacts staðfestir, at russisk skip í alsamt størri mun bunkra og umskipa á opnum havi
Í frágreiðingini, sum Fishfacts legði fram á Panorama á Hotel Hafnia mikudagin, er ein av niðurstøðunum, at russisk fiskiskip í alsamt størri mun bunkra og umskipa á opnum havi.
Staðfest verður, at ongar umskipanir ella bunkringar fóru fram á opnum havi í 2020 og 2021. Í 2022 fóru tríggjar umskipanir og tríggjar bunkringar fram á opnum havi, og í 2023 eru higartil staðfestar níggju umskipanir og tíggju bunkringar á opnum havi.
- Russisku umskipaninar og bunkringarnar á opnum havi fara helst at halda fram, tí fiskiskapurin er komin út við eina helvt, verður sagt í samandráttinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Dømi um bunkring á opnum havi (Video: Fishfacts)
Frágreiðingin er umbiðin av einari røð av fyritøkum. Fyritøkurnar eru hesar: Bergfrost, Christian í Grótinum, Enniberg, Effo, Faroe Agency, Faroe Ship, Framherji, JFK, Magn, North Pelagic, KBI, KJ, KSS, Varðin og Vónin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2023
Kortini samtykti ein meiriluti á løgtingi at fara í gongd við at umvæla skúlabygningarnar á Frælsinum til seturskampus
Løgtingið samtykti beint fyri middag fríggjadagin endaliga at játta landsstýrismanninum við undirvísingarmálum at brúka 24 milliónir krónur fyri at fara í gongd við at umvæla verandi skúlabygningar á Frælsinum til Fróðskaparsetur.
Øll 14 samgongufólkini, sum vóru til staðar í tingsalinum, atkvøddu fyri og øll 10 andstøðufólkini atkvøddu ímóti.
Andstøðan royndi til tað síðsta at fáa samgonguna til at útseta málið til eftir ólavsøku.
Hetta tí at løgtingið so seint sum fyri tveimum døgum síðani einmælt samtykti eitt uppskot til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum um, at byggigølur, sum eru sæddar eitt nú í sambandi við Glasir og H-bygningin, ikki mugu henda aftur.
Andstøðan mælti heldur at bíða til at landsstýrið er komið við mannagongdum fyri, hvussu gerast skal í slíkum almennum byggingum, og síðan leggja málið framaftur. Tí, sum ført varð fram fleiri ferðir í tinginum í dag - tað er neyvan nakar í salinum, sum er ímóti sjálvari ætlanini.
Tað vóru løgtingsgrannskoðararnir Jacob Vestergaard og Erhard Joensen, við stuðli frá øðrum andstøðulimum, vístu á, at hetta er talan um “uppskriftina upp á eina nýggja byggigølu”, og hesum var ongin, ið mælti ímóti.
Altso – væl vitandi, at málið nú er “koyrt av sporinum” longu áðrenn tað er farið í gongd, varð tað samtykt. Tí tað er neyðugt at farið verður í gongd við at geva Setrinum hóskandi hølisumstøður beinanvegin.
Enntá Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi, sum sjálvur er partur av løgtingsgrannskoðararnum, vísti á, at hetta byggimálið ikki vendir rætt, og at tað tí hevði verið rættari at bíða við at seta tað í gongd. Kortini hevði hann valt at stuðla samgonguni við síni atkvøðu í hesum føri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2023
David Arge Klevang fær "Elektrofondets Videnskabspris 2023"
Føroyski granskarin á DTU Space, David Arge Klevang, hevur júst fingið stóran heiður fyri sína gransking.
Talan er um “Elektrofondets Videnskabspris 2023”, sum føroyingurin fær fyri at menna PIXL-tóli til at máta grundevni og steinsløg á gongustjørnuni mars.
Hetta kunngjørdi elektrogrunnurin í vikuni umvegis Ritzau.
David Klevang Arge, ið er lektor á DCU Space, hevur ment hetta tólið, sum er partur av Mars-rovaranum Perseverance, ið koyrir runt á mars og kannar skorpuna á gongustjørnuni.
Tað, sum hann hevur ment, verður av elektrogrunninum mett at vera eitt so framúr íkast til at kunna granska gongustjørnuna, at hann David Arge Klevang fær virðislønuna, sum er upp á 30.000 krónur.
David Arge Klevang hevur staðið á odda fyri at menna týðandi partar av hesum PIXL tólinum, sum síðan lendingina á mars 18. februar 2020 hevur gjørt fleiri týðandi uppdagingar millum annað við at finna leivdir eftir vatni og grótbræðingum.
PIXL stendur fyri “Planetary Instrument for X-ray Lithochemistry”, og er eitt røntgenspektrometur við framkomnum myndatóli og navigasjónsskipan, ið kann taka nærmyndir og kanna evnafrøðina í grýti og øðrum tilfari á gongustjørnuni. Tólið kann eyðmerkja 26 ymisk grundevni og avgera samansetingina í mineralum.
- David hevur við hesi verkætlan, fyrst sum verkætlanarmedarbeiðari og síðan sum -leiðari, verið við til at fáa myndatólini myndatólini til at megna meira enn krøvini, sum NASA setti. Síðan lendingina á mars hevur hann arbeitt við at menna greiningarhættir, ið geva størst møguligt gagn av PIXL-tólinum. Arbeiðið hjá honum er kunngjørt í fleiri vísundaligum greinum í leiðandi altjóða tíðarritum, verður millum annað sagt í grundgevingunum frá stýrinum fyri Elektrofondet.
Orsaka av sínum íkasti til PIXL tólið er David Arge Klevand tilnevndur ‘Co-investigator’ í NASA Jet Propulsion Laboratory, sum er eitt tað hægsta, ein ikki-amerikanskur granskari kann náa í samband við eina NASA-kanningarferð.
Er eisini við í ESA-ætlan
Umframt arbeiðið við dátum frá PIXL-tólinum, er David Arge Klevang eisini við í PROBA-3 missiónini hjá European Space Agency, ESA, har tveir fylgisveinar, sum á fyrsta sinni flúgva tætt saman, skapa tilgjørdar sólarmyrkingar, so at koronan hjá sólini kann granskast støðugt og ikki einans í teimum fáu minuttunum, sum vanligar sólarmyrkingar varða.
Fylgisveinarnir, Occulter og Coronagraph, skulu kunna flúgva ógvuliga neyvt, og til tað endamálið hevur DTU Space ment eitt myndatól og eina skipan við ljósdiodum, sum gera tað møguligt at tilpassa knattstøðuna hjá fylgisveinunum í mun til hvønnannan.
- Her er talan um ein granskara, ið gevur stór íkast innan fyri sítt øki, og sum til fulnar fyllir krøvini hjá vísundaheiðurslønini, verður eisini sagt í grundgevingini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2023
Føroyska matstovan við adressu í Grønlandi varðveitti sínar Michelin-stjørnur
Síðani 2019 hevur matstovan Koks havt tvær Michelin-stjørnur, og aftur í vikuni varð staðfest at tey gera tað gott. So gott, at matstovan varðveitti báðar virðismettu stjørnurnar.
Michelin-stjørnurnar fyri 2023 vórðu býttar út, og millum tær matstovur við tveimum stjønum var aftur í ár føroyska matstovan við fyribils adressu í Grønlandi.
Tvær stjørnur verða latnar matstovu, sum er verd at koyra ein umveg fyri at sleppa til.
Hetta er annað árið, at Koks heldur til í Grønlandi, men sum skilst er ætlanin at koma aftur til Føroya í 2024 ella 2025.
Eins og í fjør, eru matstovurnar Ræst og Roks, sum halda til í Gongini heima í Havn, við í Michelin-guidini, men uttan at fáa stjørnu. Tær verða viðmældar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2023
Avgerð er tikin um ikki at gera tey krøv, sum klassin hevur sett til víðari sigling við skipinum
Nú er nokk pjøssað upp á Hasfjord. Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum og Strandferðslan tóku hósdagin avgerð um at leggja Hasfjord seinni mánaðinum og fara undir samráðingar við áhugaðar upphøggarar.
Strandferðslan skrivar í tíðinaskrivi, at støðan við Hasfjord er eftirmett eftir at týðandi klassakrøv eru staðfest, ið skulu vera uppfylt hálvan juni.
Víðari verður sagt, at samskift hevur verið við ymsar viðkomandi partar í Sandoynni um støðuna, og ynskið er frá millum øðrum vinnulívi í oynni at sigla tveir túrar eyka gerandisdagar.
- Strandferðslan arbeiðir í løtuni við at gera neyðugar tillagingar í ferðaætlanini fyri at kunna nøkta flutningstørvin á Sandoyar- og Hestleiðunum, eftir at Hasfjord verður tikin úr sigling.
- Væntandi tekur Erla Kongsdóttir sær av pørtum av siglingini út í Hest komandi tíðina. Hon siglir annars í løtuni sum eykaskip á Nólsoyarleiðini og fer seinni í summar at avloysa á Kalsoyleiðini, tá ið Sam skal á beding.
- Samskift verður í løtuni við Landsverk og Tórshavnar kommunu um at fáa rampurnar í Hesti og á Gomlurætt klárar til, at Erla Kongsdóttir kann flyta akfør um Hestfjørð.
- Farið verður nú undir samráðingar við áhugaðar upphøggarar um at keypa Hasfjord.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2023
Landsstýrismaðurin við lógarmálum hevur avgjørt at endurskoða fosturtøkulógina – fyrireikingararbeiðið er farið í gongd, og í næstum verður farið undir at at lýsa málið nærri, boðar Løgmálaráðið frá í tíðindaskrivi
Tíðin er komin at endurskoða fosturtøkulógina.
Tað skrivar Løgmálaráðið í tíðindaskrivi.
– Galdandi lóg um fosturtøku er frá 1956 og er í nógvar mátar ótíðarhóskandi. Nógv kjak hevur staðist av lógini, og tíðin er nú komin til at endurskoða lógina og gera hana meira tíðarhóskandi.
Løgmálaráðið skrivar, at fyrireikingararbeiðið er farið í gongd, og í næstum verður farið undir at at lýsa málið nærri.
– Løgmálaráðið fer í hesum sambandi at hava fundir við áhugabólkar, felagsskapir og onnur, ið kunnu metast at hava týðandi vitan ella áhuga í arbeiðinum, eins og ætlanin er at kanna nærri, hvussu okkara norðurlendsku grannar hava skipað teirra lóggávu á økinum. Síðani kunnu vit nýta teirra bestu royndir sum fyrimynd í okkara lóggávuarbeiði.
Løgmálaráðið skrivar, at tað kann taka nakað av tíð at endurskoða lógina og gera eitt nýtt lógaruppskot, men hetta er nakað, sum verður raðfest.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2023
Trendarnir vísa, at burðaravlopið - munurin millum fødd og deyð - er farið at vaksa aftur
Í apríl mánaði vaks talið av fólkum búsitandi í Føroyum við 87, so at tað pr. 1. mai búðu 54.431 fólk í Føroyum. Fólkatalið heldur sostatt áfram at vaksa, og hvønn mánaða verður sostatt sett nýtt met fyri hvussu nógv búgva í Føroyum.
Seinasta árið frá 1. mai 2022 til 1. mai í ár vaks fólkatalið við 572 persónum, sum svarar til ein ein vøkstur á 1,1 prosent, og tað er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði, skrivar Hagstovan.
Burðaravlopið minkaði óvanliga nógv í byrjanini av 2022, og hóast minkingin lutvíst varð uppvigað av einum lítlum vøkstri í nettoflytingini, so minkaði tað um árliga fólkavøksturin. Seinastu mánaðarnar er burðaravlopið vaksið eitt sindur aftur, samstundis sum nettoflytingin er minkað eitt sindur. Spakuligi vøksturin í fólkatalinum heldur tí fram, verður staðfest.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting og burðaravlopi. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 191 fólk og eini nettoflyting á 381 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin minkað meðan burðaravlopið er vaksið.
Trendarnir vísa, at munurin millum tilflyting og fráflyting er minkaður nakað seinastu mánaðarnar. Síðani síðsta heyst hevur gongdin í tilflytingini verið minkandi samstundis sum gongdin í fráflytingini hevur verið meira støðug enn frammanundan, tá gongdin í bæði tilflyting og fráflyting var vaksandi.
Trendarnir vísa, at munurin millum fødd og deyð er vaksin seinastu mánaðarnar. Hesin spakuligi vøksturin í burðaravlopinum kemur aftan á stóru minkingina í fjør, sum stóðst av, at færri føddust og fleiri doyðu enn vanligt. Seinastu mánaðarnar hevur gongdin í deyðatalinum verið minkandi, og saman við støðugu gongdini í føðitalinum veksur tað spakuliga um burðaravlopið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2023
Stórur vøkstur hevur verið av filipsoyingum, polendingum, rumenum og tailendingum esinastu árini
Av teimum 53.653 fólkunum, sum búðu í Føroyum 1. januar í fjør, vóru 45.769 teirra fødd í Føroyum.
Tað svarar til, at 85,3 prosent av fólkunum í landinum, eisini eru fødd í Føroyum. Lutfalsliga talið av borgarum, sum eisini eru fødd her, hevur verið í støðugari minking seinastu árini, kanska serliga eftir at fólkavøksturin tók dik á set fyri 8-10 árum síðani.
Hagstovan hevur gjørt tølini fyri føðiland upp aftur til 1986, tá 92,4 at teimum, sum búðu í Føroyum eisini vóru fødd her. Hægst var talið í 1995, tá lutfalsliga talið var 93,4.
Á nýggjárinum 2021 var lutfalsliga talið 86,0 prosent, so bara í 2022 minkaði tað við 0,7 prosentstigum.
Næstflest eru tey, sum eru fødd í Danmark. Tey vóru á nýggjárinum 2022 4.447 í tali, men roknast kann við, at herímillum eru nógv, ið ikki rokna seg fyri at vera danir, tí tey hava føroysk foreldur, sum eru heimafturflutt við børnunum, kanska eftir loknan lestur.
Hini størstu ‘fólkasløgini’ í Føroyum eru hesi:
Filipsoyingar 373
Íslendingar 278
Polendingar 265
Rumenar 250
Norðmenn og -kvinnur 214
Tailendingar 197
Grønlendingar 194
Bretar 137
Úr serliga fýra londum, Filipsoyggjum, Polandi, Rumenia og Tailandi, hevur vøksturin verið stórur hesi seinastu 20 árini, vísir uppgerðin hjá Hagstovuni. Í 1992 búðu 13 filipsoyingar í Føroyum, 29 polendingar, ongin rumeni og 12 tailendingar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2023
Hósdagin var seinasti arbeiðsdagur hjá Martin V. Heinesen í Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða
Á sumri 2012 varð Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur, valdur sum limur í landgrunsnevnd Sameindu Tjóða í eitt fimm ára tíðarskeið. Í 2017 varð Martin valdur at sita í enn eina setu, sum gjørdist fram til 2023.
Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða hevur ein avgerandi leiklut í sambandi við ætlanirnar hjá strandaríkjum at áseta ytru landgrunsmørk uttanfyri 200 fjórðingar frá landi. Ytru landgrunsmørkini skulu verða grundaði á viðmæli hjá hesi ST nevnd, sum er samansett av 21 limum frá øllum heimsins hornum og við ymiskum vísindaligum serkunnleika.
Landgrunsnevndin er við til at seta mark millum øðrumegin tilfeingi og ráevni hjá strandaríkjum og hinumegin altjóða havbotn, hvørs tilfeingi og ráevni eru ogn hjá mannaættini. Henda felagsognin hjá mannaættini verður umsitin av einum altjóða stovni, ið hevur sæti í Jamaika.
Martin hevur soleiðis verið millum aðrar dugnaligar kvinnur og menn, ið hava mett um, hvørt dáta o.a. vísindaligt tilfar stuðlar undir landgrunskrøvini, sum strandaríki leggja fram.
Hósdagin var seinasti arbeiðsdagur hjá Martin V. Heinesen í Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða.
Kelda: Uttanríkis- og Vinnumálaráðið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2023
Lánið er eitt 3-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 19. juni 2026. Áljóðandi rentan er 3,625 prosent
Í tíðindaskrivi frá Landsbanka Føroya stendur m.a.:
- Føroya Landsstýri hevur í gjár (mikudagin, -red.) tikið eitt lán á 900 mió. kr. 550 mió. kr. av hesum skal brúkast til at rinda aftur lán, sum fellur til gjaldingar 27. juni. Restin, tað er 350 mió. kr. er til landskassans gjaldføri.
27. juni í ár fellur eitt lánsbrævalán hjá Føroya Landsstýri, sum er 550 mió. kr., til gjaldingar.
Umframt endurfíggingina av teimum 550 milliónum krónunum er neyðugt at taka 350 milliónir afturat, fyri at taka atlit at mindstagjaldførinum. Minstagjaldførið er 15 prosent av BTÚ og var 3,05 milliardir krónur í 2022, men vaks við 350 milliónum til 3,4 milliardir krónur í 2023. Hóast brottoskuldin við hesi eyka lántøku økist, so er nettoskuld landskassans tó enn tann sama, tí gjaldføri landskassans økist samstundis.
Føroya Landsstýri tók tí í vikuni eitt lán á 900 milliónir krónur við at selja lánsbrøv. Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands.
Nýggja lánið er eitt 3-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 19. juni 2026. Áljóðandi rentan er 3,625 prosent. Kursurin fyri lánið er 99,927 og effektiva rentan, sum bæði tekur hædd fyri áljóðandi rentuni og kursin, er tí 3,651 prosent.
Rentustøðið er hækkað nógv síðsta árið, og tað merkir eisini at landskassin skal rinda meira fyri síni lán.
Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. Sølan av lánsbrøvunum gekk bæði skjótt og væl, eftirspurningurin eftir landskassans lánsbrøvunum var munandi størri, enn tær 900 mió.kr., ið tørvur var á.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2023
Føroysk húsarhald eiga privata eftirlønaruppsparing í Føroyum á 9,3 milliardir krónur, og umleið 2,3 milliardir í eftirlønarupsparing í donskum pensjónsfeløgum. Tilsamans 11,6 milliardir, og tað svarar til 46 prosent av BTÚ í 2022
Føroysk húsarhald eiga privata eftirlønaruppsparing í Føroyum fyri 9,3 milliardir krónur (2022). Afturat privatu uppsparingini í Føroyum eiga summir føroyingar eftirlønaruppsparing í donskum pensjónsfeløgum, og hendan upphædd er mett til at vera umleið 2,3 milliardir krónur.
Verða hesar 2,3 milliardirnar lagdar afturat uppsparingini í Føroyum á 9,3 milliardir krónur, var samlaða privata eftirlønaruppsparingin hjá føroyingum 11,6 milliardir krónur í 2022.
Síðani 2012 hevur verið skattað við inngjald. Í 2020 var tað akkurát helvt um helvt, sum var ávikavist forskattað og skuldi skattast við útgjald; men síðani 2021 hevur forskattaði parturin verið størstur.
Av eftirlønaruppsparingini standa 2,2 milliardir krónur í føroysku bankunum, og av hesum eru 1,6 milliardir forskattaðar, meðan 600 milliónir krónur skulu skattast við útgjald eftir gomlu skipanini. Í føroysku tryggingar- og pensjónsfeløgunum standa 7,1 milliardir krónur, har 4 milliardir eru forskattaðar og 3,1 milliardir skulu skattast við útgjald.
Samanumtikið eiga føroyingar privata eftirlønaruppsparing fyri 11,6 milliardir krónur og tað svarar til 46 prosent av BTÚ í 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2023
Stórar grindir vórðu hildnar til í Vestmanna og Leynum
Tvær grindir, sum vórðu funnar norðanfyri Slættanestanga, løgdu mikudagin beinini í Vestmanna og í Leynum.
Grindin í Vestmanna var 266 hvalir, 1.664 skinn, meðan grindin í Leynum var 178 hvalir, 1.118 skinn.
Umframt drápsparpartar, vórðu grindirnar eisini býttar í heimapartar, og harvið var grind til bæði vágafólk, eysturoyingar og til bygdirnar á vestaru síðu í Suðurstreymi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2023
Hetta staðfesti Føroya Rættur, tá støða skuldi takast til eitt mál, har ein persónur var ákærdur fyri at hava koyrt á almennum vegi á el-rennihjól, sum ikki var skrásett ella tryggjað
Spurningurin um, hvørt el-rennihjól kunnu nýtast á almennum vegi í Føroyum, hevur fleiri ferðir verið umrøddur. Hetta skrivar Føroya Politi.
- Føroya Politi hevur áður kunnað um, at metingin hjá politinum er, at av tí at el-rennihjól ikki kunnu skrásetast sum motordrivin akfør, sum er krav í ferðslulógini, kunnu tey ikki lógliga koyra á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri.
Kjak, og nakað av ivamálið hevur verið millum fólk um, hvørt tað er/skal vera lógligt at nýta hetta serliga akfari í Føroyum. Breytir eru ikki beinleiðis til tað.
Spurningurin um el-rennihjól gjørdist ítøkiligur í rættinum. Sambært Føroya Politi fekk Føroya Rættur høvi til at taka støðu til í einum ítøkiligum máli, har ein maður var ákærdur fyri at hava koyrt á almennum vegi á el-rennihjóli. Talan var el-rennihjól, sum ikki var skrásett ella ábyrgdartryggjað.
- Niðurstøðan hjá Føroya Rætti er, at el-rennihjól eru motordrivin akfør, sum eru gjørd til fólkaflutning, og at tey tí skulu lúka treytirnar í ferðslulógini, m.a. í §§ 11 og 55 um skráseting og ábyrgdartrygging. Av tí at el-rennihjól ikki lúka treytirnar fyri skráseting ber ikki til at nýta el-rennihjól á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri.
Staðfest varð tí, at hetta ikki var lóglig nýtsla. Tí varð brotið revsað við sekt, og hervið er eitt fordømi sett.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2023
1. september verður avgjørt hvørji av teimum tilsamans 88 uppskotunum verða innstillað
88 uppskot komu inn til hvør skal fáa Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár. Harav komu fýra úr Føroyum.
Umhvørvisvirðislønin er einasta av virðislønunum, ið verða latnar á hvørjum ári í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum, har almenningurin hevur møguleika at senda uppskot inn.
Í ár er evnið fyri umhvørvisvirðislønina “burðardygg klædnaframleiðsla og -nýtsla”.
Tey fýra innkomnu uppskotini úr Føroyum eru Ödn Wear, Blái krossur, Navia og Guðrun & Guðrun.
Ein dómsnevnd skal nú meta um tey innkomnu uppskotini. 1. september verður kunngjørd hvøji uppskot eru innstillað til Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, vinnarin verður avdúkaður á hátíðarhaldi í Oslo 31. oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2023
Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið prædikar á ólavsøku, og ikki færri enn níggju prestar standa í bíðirøðini, so miðalaldurin í prestastættini ber boð um fólk í góðum árum, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur
Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.
Í ár verður tað Ovi Brim, sum stendur á odda fyri gudstænastuni.
Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið prædikar á ólavsøku, og ikki færri enn níggju prestar standa í bíðirøðini, so miðalaldurin í prestastættini ber boð um fólk í góðum árum, skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur á heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni.
Ovi varð prestvígdur í 2015, tá ið hann eisini tók við kallinum sum sóknarprestur í Nes prestagjaldi, ið nemur Fríðrikskirkjuna og Gøtu kirkju. Undan hesum var hann leiðari á sosialu eindini hjá Bláa krossi Føroya.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2023
Úrslitið hjá Pf. Thor í 2022 gjørdist eitt avlop eftir skatt á 47,6 milliónir krónur, sum leiðsla felagsins sambært ársfrágreiðingina er væl nøgd við. Útlitini fyri 2023 eru somuleiðis góð
Thor er ein føroysk fyritøka, sum í høvuðsheitum fevnir um frálandavinnu, fiskivinnu og sølu av fiskaúrdráttum. Thor rekur fiskivinnu, fiskaframleiðslu og offshore vinnu. Virksemið hjá Thor er umfatandi og verður rikið ígjøgnum 11 dótturfeløg. Í alt 250 fólk starvast í Thor samtakinum.
Thor hevur heimstað og høvuðsskrivstovu í Hósvík.
Samlaða sølan hja Thor samtakinum í 2022 er økt 85 milliónir til 403,6 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur á 27 prosent í mun til í 2021.
Rakstraravlopið (Ebitda) øktist úr 114,8 milliónum í 2021 til 130,9 milliónir krónur.
Ársúrslitið í 2022 gjørdist eitt avlop á 47,6 milliónir krónur sammett við 34,7 milliónir. Vøksturin var tískil 12,9 milliónir ella 37 prosent.
Samlaða fíggjarstøðan hjá Thor samtakinum var 796 milliónir krónur í 2022, sum er 63,9 mió.kr. hægri enn í 2021.
Støðisogn í alt, sum umfatar skip, bygningar og útgerð umframt fíggjarliga støðisogn var í 2022 íalt 706,4 mió.kr., sammett við 666,7 mió.kr. í 2021. Vøksturin í fíggjarstøðuni í 2022 kemst í høvuðsheitum av íløgum í materiella støðisogn á 55,5 mió.kr.
Ognir í umferð vóru í 2022 íalt 89,6 mió.kr. samanborið við 65,4 mió.kr. í 2021.
Eginpeningur felagsins var við ársenda 2022 íalt 257,9 mió.kr. Trygdarevnið í 2022 var tískil 32,4 prosent í mun til 28,1 prosent í 2021.
Langfreistaða skuldin í 2022 var 363,5 mió.kr. og stuttfreista skuldin var 172,5 mió.kr. Samlaða bankaskuldin, sum bæði er lang- og stuttfreiðsta, øktist 2,5 mió.kr. í 2022.
Pf. Thor kann sum heild vísa á góð og betrandi lyklatøl. Eitt nú er trygdarevnið betra munandi síðstu fimm árini, úr 14,7 prosentum til 32,4 prosent. Ognaravkastið er økt úr 13 prosent í 2018 til 16,4 prosent í 2022. Rakstaravkastið er tó fallið úr 35,7 prosentum í 2021 til 32,4 prosent í 2022.
Einasta lyklatalið sum er minkað yvir árini er lyklatalið ”gjaldførislutfall”, sum sigur hvussu gjaldførið er hjá felagnum er, tá hugt verður eftir umsetningsognum í mun til stuttfreiðstaða skuld. Tó meta vit ikki hetta sum nakra avbjóðing, tá ið felagið hevur tað inntjening, tað í løtuni hevur.
Í leiðslufrágreiðingini á ársroknskapinum stendur, at leiðsla felagsins er nøgd við ársúrslitið í 2022 og hevur góðar vónir um roknskapin fyri 2023, sum væntandi verður á sama støði sum í 2022.
Partaeigararnir í Pf. Thor eru sambært Skráseting Føroya: Hans Andrias Kelduberg, Gunnbjørn Joensen, Spf. 7 Holding, Per Gulklett.
Stjórar í eru Hans Andrias Kelduberg og Per Gulklett. Nevndarformaður er Jákup Oluf í Skálum.
Stjóri í Thor P/F er Hans Andrias Kelduberg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Geiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2023
- Vit eru spentir og ótolnir eftir at sleppa avstað, og vóna at hendan driftin kemur at rigga væl, sigur Petur Joleiv Svøstein um nýggja Líðahamar sum fyri seks vikum síðani kom til landið
Nýggi Líðhamar kom til Føroyar fyri seks vikum síðani. Hóast báturin er í góðum standi, so tekur tað sína tíð at fáa øll loyvir uppá pláss, tí hann fær somu krøv, sum ein spildurnýggjur bátur.
- Ja, tað eru fleiri vikur síðani báturin kom til Føroyar. Hann er klassaður og ymiskt viðlíkahald er gjørt við hann í smiðjuni hjá Pomek her í Klaksvík. Eg vóni hann fær endaligu loyvini í vikuni, so vit kunnu koma í gongd við útróðurin. Tað sigur skiparin Petur Joleiv Svøstein.
- Fyrsta uppgávan hjá okkum fýra, sum skulu manna bátin, verður at læra bátin og fiskireiðskapin at kenna. Hesin hevur egningamaskinu umborð, meðan vit engdu í landi við gamla Líðhamri, sigur hann.
- Nú fáa vit at síggja hvussu tað riggar við egningamaskinu, men eg rokni við, vit koma at liggja úti í tveir til tríggjar dagar, og fara so inn at landa, sigur Petur.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Báturin tekur 23 kør í lastina, sum svarar til umleið 23.000 pund. So kunnu vit hava nøkur kør afturat, so vit meta vit kunnu hava 13-14 tons í honum, sigur hann.
- Tað verður sama manning, sum var við gamla Líðhamri, ið kemur at mannað hendan. Vit eru spentir og ótolnir eftir at sleppa avstað, og vóna at hendan driftin kemur at rigga væl. Ein annar bátur hevur hesa línuskipaninna umborð, og hon riggar væl, so vónandi kemur hetta eisini at rigga hjá okkum, sigur Petur.
- Nú er liðugt við at egna uppi á landið. Okkara egnarar vóru tilkomnir menn, ja, 80+, so teir fáa nú sína væl uppibornu pensjón, sigur Petur J. Svøstein.
Líðhamar er bygdur í 2012, er 14,9 metrar langur og 4,4 metrar breiður. Motorurin er ein 400 kw. Scania.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2023
Hósdagurin 15. juni gjørdist eitt týðandi vegamót í arbeiðinum at fáa høvuðsstaðnum ein langhyl, tá nýggi bygningurin varð reistur í allar fægrasta veðri
Spennandi útbyggingin av svimjihøllini í Havn hevur verið í gongd í eina tíð. Henda stóra byggiverkætlanin fevnir um langhyl við áskoðaraplássum, vælveruøki og har annað eisini verður afturat. Arbeiðið verður væntandi liðugt um árskiftið 2023/2024.
Tað er byggifelagið J&K Petersen, sum stendur fyri arbeiðinum. Við hesi útbyggingini kann svimjihøllin í Gundadali bjóða seg fram til altjóða kappingar, eitt ynski, sum leingi hevur verið frammaliga hjá svimjarum í høvuðsstaðnum og hjá myndugleikunum í býnum.
Ágrýtnu starvsfólkini hjá J&K Petersen fegnast um, at tað gongur væl við stóra arbeiðinum at fáa Havnarfólki og øllum Føroyum ein spildurnýggjan langhyl (Mynd: Jan Müller)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2023
Bygdaráðslimur á Eiði byrjaði mánadagin í starvi hjá Vestmanna kommunu
Fríða Jóinsdóttir Joensen byrjaði í vikuni í starvinum, sum mentanar- og ferðavinnumennari í Vestmanna kommunu. Fríða, sum er búsitandi á Eiði, er 39 ára gomul og hevur lisið tænastubúskap í Keypmannahavn.
Umframt at hava drúgvar royndir innan ferðavinnu, er hon bygdaráðslimur í Eiðis kommunu, har hon er forkvinna í trivnaðarnevndini, og ein av fyriskiparunum av Heystfagnaðinum á Eiði.
Í spurnarkanningini ”Trivnaður og ferðavinna í Vestmanna”, sum kommunan gjørdi herfyri, vísti, at vestmenningar eru jaligir og ynskja, at enn meira lív kemur í ferðavinnuna, sum bygdarfólkið samstundis kann njóta ágóðan av.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2023
Jógvan í Skorini hevur nú tikið við, skrivar Eiðis kommuna
1. januar 2013 gjørdist hann higartil yngsti borgarstjóri í Føroyum, tá hann tók við sætinum í Eiðis kommunu. Jógvan í Skorini sat tvær setur.
Eiðismaðurin er útbúgvin lærari og starvast í Eiðis skúla. Í vetur gjørdist hann eisini formaður í EB/Streymi.
Nú er greitt, at tað er Jógvan í Skorini, sum skal standa á odda fyri campingøkinum í bygdini. Eiðis kommuna boðar á heimasíðu sínari frá, at nýggjur leiðari er settur.
Campingøkið á Eiði er eitt av teimum, sum verður nógv nýtt. Tað er niðri á Møl - har gamli fótbóltsvøllurin er.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2023
Hátíðarhald í posthúskjallaranum í gjár
Fyrr í vikuni var lítið hátíðarhald í posthúskjallaranum í Havn í sambandi við at tveir av trúgvu húsavørðunum hjá kommununi, Kári Vilhelmsen og Jógvan Dam, høvdu 25 ára starvsdagar.
Í røðu síni fyri teimum, nevndi Heðin Mortensen, at Kári N. Vilhelmsen var tann fyrsti húsavørðurin, sum varð settur í starv beinleiðis í kommununi.
Tá var tað kalla ‘húsavarðartoykið’ á deildini hjá húsaumsitingini. Nú verður stovnurin kallaður ‘bygningsrakstur’.
Á heimasíðuni hjá kommununi ber til at lesa røðuna hjá Heðini Mortensen og síggja fleiri myndir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2023
- Kortið fer at hjálpa samfelagnum við nógvum, t.d at hava ein meira sunnan og góðan lívsstíl, og at hava eitt sosialt umhvørvi og ikki minst at hjálpa tilflytarum at føla seg heima og vælkomnan í Vága kommunu, sigur ungdómsráðið í kommununi
Á seinasta býráðsfundi hjá Vága kommunu fyri summarsteðgin, samtykti býráðið einmælt, at frá 1. januar 2024 verður frítíðarkort givið til børn og ung í kommununi. Hetta er ikki eitt nýtt mál, men hevur javnan verið til viðgerðar í politisku skipanini.
Fyrr í ár, varð eitt ungdómsráð fyri Vága kommunu sett á stovn. Tey avgjørdu skjótt at seta nøkur mál á skrá sum tey ynsktu at arbeiða við. Tey hava havt fund við borgarstjóran, har tey millum annað nevndu møguleikan at kommunan átti bjóða børnum og ungum eitt frítíðarkort. Borgarstjórin heitti á ungdómsráðið, um at koma við einum tilmæli til býráðið at taka støðu til.
Ungdómsráðið hevur kannað tørvin, og er komið við einum tilmæli um, at børn og ung í kommununi hava tørv á einum frítíðarkorti at brúka til ymisk limagjøld hjá frítíðar- og ítróttarfeløgum. Tað finnast uml. 18 frítíðar- og ítróttarítriv í kommununi, og tað kann vera sera kostnaðarmikið hjá familjum, um børnini ynskja at ganga til fleiri ymisk ítriv.
- Kortið ferð at hjálpa samfelagnum við nógvum, t.d at hava ein meira sunnan og góðan lívsstíl, og at hava eitt sosialt umhvørvi og ikki minst at hjálpa tilflytarum at føla seg heima og vælkomnan í Vága kommunu, sigur ungdómsráðið.
Í tilmælinum vísir ungdómsráðið eisini á, at tað er gransking sum sigur at børn og ung røra seg ov lítið, at ov nógv tíð verður brúkt uppá at hyggja í skerm heldir enn at vera virkin í frítíðar- og ítróttarvirksemi, sum aftur ger, at børn og ung gerast minni sosial. Hesum ynskir býráðið at fyribyrgja, og málið varð lagt fyri býráðið sum tók tilmælið frá ungdómsráðnum til eftirtektar, og hevur einmælt samtykt at frítíðarkort verður sett í gildi frá 1. januar 2024.
Aldursbólkar og upphædd er ikki sett á kortið, men umsitingin fer nú at fyrireika uppskot til býráðið at taka støðu til í samband við fíggjarlógararbeiðið í heyst.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2023
Borgarstjórarnir í Vágum fegnast um góða samstarvið við Tórshavnar kvøldskúla
Mánakvøldið fingu 14 kvinnur í Vágum handað prógv í føroyskum sum annaðmál, og tað var hátíðarhildið á samkomu í skúlanum í Sørvági.
Talan er um tveir flokkar, sum hesaferð hava lokið prógv, og tær flestu hava staðið próvtøkurnar á stigi tvey og stigi trý.
Undirvísarar hava verið Petra Olsen, Ragnhild Olsen og Maiken S. Gaard, og tær lata væl at næmingunum, sum trúliga hava gingið til regluliga undirvísing.
Undirvísingin í Vágum er skipað í tøttum samstarvi millum kommunurnar í Vágum, Tórshavnar kommunu og Tórshavnar Kvøldskúla.
Talan er um eitt samstarv, sum hevur riggað avbera væl og er til stóra gleði og gagns fyri bæði tilflytarar og kommunurnar í Vágum, siga Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.
- Vit fegnast stórliga um samstarvið. Skuldu kommunurnar í Vágum lyft uppgávuna einsamallar, hevði talan verið um eina sera stóra avbjóðing. Men tað er eingin orsøk at uppfinna tann djúpa borðiskin einaferð aftrat, siga borgarstjórarnir og sipa til væl skipaðu undirvísingina á Tórshavnar Kvøldskúla.
Borgarstjórarnir í Vágum vóru við til hátíðarløtuna mánakvøldið og heiðraðu borgarunum, sum hesaferð hava lokið prógv.
Í sínum røðum róstu borgarstjórarnir tilflytarunum fyri at vísa góðan hugburð at læra og tosa føroyskt. Tey løgdu millum annað dent á, hvussu stóran týdning tað hevur, at tilflytarar, sum koma til Føroya, ikki halda seg aftur av ótta fyri at gera mistøk, men frítt skulu tora at tosa á føroyskum.
Borgarstjórarnir í Vágum halda, at tað er skyldan hjá landi og kommunum at skapa so góðar karmar sum gjørligt til undirvísing, sum er ætlað og stílað tilflytarum.
Tí fegnast tey um, at málið um lestrarstuðul til teirra, sum læra føroyskt sum annaðmál, er reist á tingi. Tað er Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn, sum hevur sett landsstýrismanninum við skúlamálum ein fyrispurning um lestrarstuðulin.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sigur í svari til fyrispurningin, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið arbeiðir við málinum.
Tað var Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla, sum handaði prógvini í Sørvági mánakvøldið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2023
Búgvi Róin byrjar í starvinum mánadagin
Býráðið í Vága kommuna hevur, við Visjón 2032, sett sær fyri, at raðfesta býarumhvørvið, trivnað og burðardygga menning sum nakrar av grundsúlunum undir kommununi næstu tíggju árini.
Sum ein part av hesum, ynskir kommunan at menna tað grøna øki á ein burðardyggan hátt til frama fyri býarumhvørvi og trivna. Í tí sambandi varð søkt eftir einum gartnara at hava ábyrgdina av grøna økinum í kommununi.
Saman við einum toymi av dugnaligum starvsfólkum, kemur Búgvi Róin at hava yvirskipaðu ábyrgdin av grøna økinum í kommununi. Hetta umfatar skipan og viðlíkahald av viðarlundum og miðstaðarøkjum, umframt at skapa og skipa møgulig nýggj grøn átøk og verða toghaldari á verkætlanum á umhvørvisøkinum.
Eisini fevna uppgávurnar um at fríðka uttan fyri stovnar, skúlar, sambýli, kirkjugarðar v.m.
Búgvi Róin er 50 ár og útbúgvin anlegsgartnari í Stenstrup við Svendborg á Fjóni. Hann hevur drúgvar royndir á økinum. Síðan Búgvi var liðugt útbúgvin í 1999, hevur hann virkað sum gartnari í Føroyum, við egnari gartnarafyritøku frá 2000 fram til 2017. Hann hevur seinastu seks árini starvast sum býargartnari hjá Runavíkar kommunu.
Búgvi er ógvuliga tilvitaður um umhvørvi og náttúruvernd, og leggur dent á, at skilja og endurnýta avgrevstur og annan vøkstur. Sjálvur annar, hevur Búgvi givið út vælumtóktu “Urtagarðsbókin” fyri ársskiftið 2022, har hann stóð fyri tí fakliga tekstinum í bókini.
Búgvi byrjar í starvinum mánadagin 19. juni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2023
Hevur skrivað ritgerð um m.a. reproduktivar royndir í avmarkandi politiska umhvørvinum viðvíkjandi fosturtøku í Føroyum
Mánadagin stóð Turid Hermannsdóttir væl og virðiliga sína ph.d.-verju á Setrinum við ritgerð síni um m.a. reproduktivar royndir í avmarkandi politiska umhvørvinum viðvíkjandi fosturtøku í Føroyum.
Hvat orð vildi tú brúkt á føroyskum um orðið "silence"?, spurdi tann eini andmælingurin Turið, sum í - ensku - ritgerð síni um fosturtøkur og reproduktivar royndir í Føroyum, m.a. skrivar um tabuiseringina av fosturtøku í Føroyum.
- Tøgn, svaraði Turið.
- Og larmandi tøgn, legði hon aftrat.
Granskingin hjá Turið Hermansdóttir, sum nú kann kalla seg ph.d, er slóðbrótandi, tí etnografisk vitan um fosturtøkur hjá føroyskum kvinnum og aðrar royndir í sambandi við nøring er ikki tað, sum fyllir mest á granskingarhillunum her á landi.
Verjan var sera áhugaverd, og Turið dugdi væl at svara fyri seg, tá andmælingarnir tráspurdu hana um tey úrslitini, sum hon er komin við í gransking síni.
- Tú lýkur treytirnar um hægsta akademiska standard, og dómsnevndin heldur, at tú ert ein sera lovandi ungur granskari, sum vit í dag veita ph.d.-prógv, segði Erika Hayfield, forkvinna í dómsnevndini, eftir dómsviðgerðina.
Turið hevur verið innskrivað á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya og á IMT á RUC í Danmark.
Vegleiðarar hava verið Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetrinum, og Betina Dybbroe, professari á RUC.
Í metingarnevndini vóru Erika A. Hayfield, lektari á Fróðskaparsetrinum og forkvinna, Nicole Thualagant, lektari á RUC, Marcin Smietana, seniorgranskari á University of Cambridge, Stine Adrian, professari á Aalborg Universiteti og Nanna Schneidermann, lektari á Aarhus Universiteti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2023
Rithøvundafelagið hevur tilnevnt Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø Jacobsen til at fáa stóru altjóða virðislønina Astrid Lindgren Memorial Award í 2024
Rithøvundafelag Føroya hevur í ár tilnevnt Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø Jacobsen til at fáa stóru altjóða virðislønina Astrid Lindgren Memorial Award í 2024, eisini kend sum ALMA.
Tað skrivar Rithøvundafelagið í tíðindaskrivi.
Dánial og Annika fingu í 2022 bæði Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs og Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina "Abbi eg og abbi", og tey vórðu eisini tilnevnd at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2022. Tey hava síðan tá útgivið eina bók afturat saman, "Strikurnar", og fyri hana eru tey aftur í ár tilnevnd at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
ALMA-virðislønin er heimsins størsta virðisløn, sum veður latin rithøvundum, sum skriva barna- og ungdómsbøkur. Hon er fimm milliónir svenskar krónur. Virðislønin kann latast einstaklingum og felagsskapum, sum virka fyri at styrkja lesihugin hjá børnum og ungum.
Á hvørjum ári verða yvir 250 einstaklingar og felagsskapir kring heimin tilnevnd. Tey tilnevndu verða kunngjørd í heyst, og á vári 2024 verður vinnarin av virðislønini kunngjørdur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2023
Regnið setti ein doyvara á seinna festivalkvøldið í Sørvági – sum kortini gjørdist eitt framúr kvøld
Country- og bluesfestivalurin í Sørvági fekk eitt tignarligt hæddarpunkt leygarkvøldið, tá fasti lokali gesturin, Tinganest, trein stóra pallin.
Hóast árini eru farin at hómast á onkrum teirra, so tyktist Tinganest at vera so væl fyri, sum ongantíð fyrr. Og áhoyrarafjøldin var garvill av eldhuga. Altíð hava teir í Tinganest savnað nógv fólk á sínum framførslum á countryfestivalunum.
Men tað hevur í fleiri ár verið úr tí eldra aldursbólkinum, sum friðarlig hava staðið og sungið við upp á teir heimligu sangirnar, og kanska felt eitt tár, tá Magnus syngur um niðaraveg og sjógangin, sum niðan í áirnar vóð.
Tey, altso tey tilkomnu, vóru – sjálvandi – eisini til staðar á Dungasandi í gjárkvøldið. Men hartil er komið eitt ættarlið av ungfólki, sum tykist at dyrka sangirnar hjá Jóan Jakku, Magnusi og Holgari. Vit upplivdu eina líknandi kenslu av dyrkan á spæliplássinum í Syðrugøtu eisini síðsta summar.
Tinganest hava ongantíð verið størri enn teir eru nú. Og tað er gott at uppliva.
Ælingar yvir Sørvágssand
Tá vit skulu lýsa tær góðu upplivingarnar á festivalinum, so sleppa vit ikki undan at tosa um veðrið. Veðrið, sum annars var so framúr fríggjadagin, var ikki eins gávumilt hetta seinna kvøldið, tí tað byrjaði at regna fram móti skýming, og ælingarnir struku yvir sørvágssand við jøvnum millumbilum, so at siga alt kvøldið. Ikki so ringt sum í fjør, men kortini so mikið, at stemningurin møguliga var eitt sindur meira dempaður, enn hann var fríggjakvøldið.
Fleiri hæddarpunkt vóru tó hetta kvøldið. Buddy Jewell og dugnaliga føroyska orkestrið, sum eisini spældi saman við Chad Brock kvøldið fyri, hugtóku. Buddy Jewell var ein fínur sangari og undirhaldari, hóast sangirnir kanska ikki vóru kendir fyri áhoyrararnar.
Og tað riggaði eisini væl, tá hann fekk Chad Brock upp á pallin at syngja saman við sær eina løtu.
Hallur við Sámali og Kristinu
Frammanundan hevði dugnaligi kapellmeistarin hjá teimum báðum, Hallur Joensen, sjálvur havt eina framúr konsert á Dungasandi. Trygg, sjarmerandi, rørandi og topp professionell.
Tað vakti stóra gleði, tá miðvingurin Sámal Ravnsfjall við síni kraftigu rødd kom sum eitt yvirraskilsi á pallin fyri at syngja Buck Owens-sangin, “Kærleikin blómar” sum teir syngja saman á nýggjastu útgávuni hjá Hallin.
Og hann hevði enntá eitt yvirraskilsi afturat, tá Kristina Bærendsen eisini kom á pallin og – eins og í gomlum døgum – sang “Um tú hevur tað sum eg” saman við Halli. Og so sungu tey sjálvandi eisini “Vinir eru reyðagull”. Sjáldsama gott alt samalt.
Ikki minst væl spælandi orkestrið, sum í ár hevði skift onkran av føstu manningini út. Og her vístu serliga Jóhan Ziskason á gittara og ungi Kristian Pauli Ellefsen á tangentum sítt stóra tónleikaliga gávuríkidømi. Sum Hallur segði um Kristian Paula, so er neyvan nógvir klaverboksarar í verðini, sum standa Kristiani Paula kurl. Og her eru Pig Robbins og Floyd Cramer roknaðir við, havi eg hug at leggja afturat.
Son of Fortune – eitt sindur skitnari, men vælegnað
Annars var tað lívligi Magni Christiansen, sum byrjaði konsertirnar á Dungapalli – áðrenn tað fór at regna – við góðum og swingandi countrytónleiki umframt eisini onkrum festligum Shakin’ Stevens sangi eisini.
Á tí minna pallinum, Stakkapallinum, var tað Benjamin Petersen – Son of Fortune – som hugtók.
Son of Fortune sang egnar sangir, og sangir hann hevur skrivað saman við Petur Pólsson. Men hann hevur eisini sans fyri teimum góðu gomlu, Hank, Waylon og Willie, men hann gevur gomlu kendu sangunum sítt egna eyðkenni, og tá blívur tónleikurin eitt sindur meira “skitin”, og tað ger einki. Tað er gjørt í virðum fyri teimum gomlu.
Hesaferð hevði Benjamin eitt vælmannað orkestur afturat sær. Umframt fasta trummusláa sín, dugnaliga fuglfirðingin Jan Rúna Poulsen, hevði hann afturat sær Kim Hansen á tangentum, Jóhannus á Rógvu á bassi og Jákup Zachariassen á steel og øðrum guittarum. Tað riggaði sera væl.
Hetta var fyrsta ferðin, at Son of Fortune var á countryfestivalinum. Vónandi er tað ikki seinastu ferð.
Strámenn
Magni Christiansen
Herborg Torkilsdóttir og Ólavur á Váli
Men tað var ikki bara Benjamin, sum hugtók á lítla pallinum. Hesin frálíki pallurin varð vitjaður av øðrum góðum fólkum eisini, ið vóru væl fagnað. Byrjandi við Strámonnum, enn eitt lokalt bluegrassorkestur – hesir menn í einum sindur meira búnum aldri – sum vóru stórliga fagnaðir og síðan sjarmendi Herborg og Ólavur og at enda Sommerson Band, sum rundaði festivalin av við góðum dansitónleiki út á náttina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2023
Fyrsta kvøldið á countryfestivalinum í Sørvági var væl eydnað. Góða veðrið, Kristina Bærendsen, Stanley og Blátt Gras vóru stjørnurnar
Hon plagdi at vera fast innslag á countryfestivalinum á Dungasandi í Sørvági. Men nú er tað fimm ár síðan hon seinast trein Dungapall.
Vit tosa um Kristinu Bærendsen, sum hevði eina sera væleydnaði konsert á Sørvágs Country- og Bluesfestivali farna fríggjakvøld. Og staðfestast kundi, at føroyska countrydrotningin, sum nú er bæði kona og mamma í Íslandi, er eins góð og hon altíð hevur verið, og sæð verður í spenningini fram ímóti nýggjari útgávu frá henni, sum sigst vera á veg.
‘Lívið tað broyttist’
Og sjálv greiddi hon eisini frá, hví hon hevur hildið fimm ára støðg við upptraðkan á Dungasandi, og tað hevur onki við korona at gera.
- Fyri fimm árum síðani sang er her. Og har afturi við miksarapultin stóð babba – eg sá hvussu errin hann var, og tað fekk eg eisini at vita frá honum eftir konsertina. Besta konsert nakrantíð. Fáar dagar seinni var babba ikki til meira...
Og so sang hon sangin “Lívið tað broyttist”, og onki eyga var turt á Dungasandi. Ein stór løta.
Böddi og Kristina
Umframt at syngja sínar kendu og eitt sindur nýggjari sangir, so fekk Kristina eisini høvi at presentera húsbónda sín fyri sínum føroysku áhoyrarum. Bødvar eitur hann, kallaður Böddi – fínur sangari og guittarleikari, upplivdu vit.
Og so gav Kristina eisini mikrofonina til klaverleikara sín hetta kvøldið, Marner av Lofti, sum jú er ein framúr góður sangari. Hann fekk møguleika at briljera við tveimum kendum sangum hjá ‘teimum 4’, ‘Vit sigldu út’ og ‘Her er løtan’, og enntá eydnaðist tað Kristinu at fáa kapellmeistaran og steel-snillingin Jákup Zachariassen at syngja eina strofu ella tvær á ‘løtuni’. Og tað skulu góð yvirtalilsisevni til at megna tað, havi eg skilt.
Jú – tað var gott at hoyra Kistina aftur á Dungasandi. Væl afturíafturkomin.
Rørandi løtur
Tá vit tosa um rørandi løtur, so mugu vit eisini nevna sera heitu móttøkuna, sum Stanley Samuelsen fekk á fyrstu konsertini á Dungapallinum hetta fyrsta festivalkvøldið í Sørvági.
Stanley vitjaði festivalin saman við bygdamonnum sínum Njál Reinert Petersen og systirsoninum Mourits Mohr og hinum kúllunum í FourMehn.
Hetta vísti seg at vera eitt sera væleydnað tiltak, har tað var Njál, ið bar tað tunga lessið við góðum gomlum countrysangum, meðan Stanley fyri tað mesta tók sær av solostykkjunum og eitt sindur av bakgrundssangi.
Móti endanum av konsertini tók Stanley yvir, og sang sínar best umtóktu sangir, ‘Tá eg verði gamal’ og ‘Um eg kundi kvøði’. Og hugtakandi var at síggja fjøldina knappliga – fleiri hundrað fólk – ganga heilt fram móti pallinum fyri at syngja við saman við Stanley, og enntá fáa hann at syngja ‘Tá eg verði gamal’ eina ferð afturat.
Og tað skal sigast – sjálvur eri eg sum bróðursonur ógegnigur, men sigi tað kortini – tað var ongin ‘guitar-picker’ sum kom upp á knøini á Stanley hetta kvøldið, og heldur ikki kvøldið eftir. At spæla guittar dugir hann sum fáur, hóast raktur og viknaður av darvandi sjúku.
Chad Brock – gott undirhald
Høvuðsnavnið hetta kvøldið var annars amerikanarin Chad Brock. Ein fínur undirhaldari, hvørs egni tónleikur kanska ikki er so kendur á okkara leiðum.
Men hann er góður undirhaldari og hevði eina fína framførslu saman við einum vælleikandi føroyskum orkestri undir leiðslu av sjálvum Halli Joensen. Umframt sangirnar hjá sær sjálvum, spældi hann eina røð av populerum countrysangum frá Nashville-leiðini, sum vóru væl móttiknir av vælmannaðu fjøldini á Dungasandi.
Lokalt bluegrass
Á hugnaliga Stakkapallinum var lagið eisini gott. Ikki minst, tá lokalu hetjurnar Blátt Gras framførdu teirra glaða bluegrass gospeltónleik.
Blátt Gras eru sirka javngamlir við countryfestivalin. Á fyrsta festivalinum fingu teir høvi at upptraðka á einum lítlum síðupalli, mest fyri fólkum, sum bara gingu framvið.
Nú eru teir millum høvuðsnøvnini. Ein framúr væl samanspældur og væl syngjandi bólkur við glaðum sangum – uppbyggjandi eisini. Teir eru stoltir av at kunna syngja um Jesuspápa, og tað riggar fínt á countryfestivalinum.
Veðrið var av tí allarbesta henda fyrsta festivaldagin. Sólin skein til langt út móti kvøldi, men tá sólin var farin aftur um Mykines og niður um havsbrúnna gjørdið tað kølið aftur, men legði tó ongan doyvara á góða lagið á festivaløkinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2023
Radio.fo gevst at senda, men nýggj rás tekur yvir. Tað verður Rás 2
Rás 2 verður nú aftur eitt av nøvnunum í føroyska miðlalandslagnum. Samstundis sum Radio.fo í vikuni boðaði frá at rásin gevst at senda á netinum hjá R2net, so verður Rás 2 nú aftur at hoyra á somu frekvensum.
Rás 2 byrjaði upprunaliga í 1999, tá Petur Jacobsen og familjan saman við øðrum, sum ein av teim fyrstu í Føroyum, settu eina privata vinnuliga útvarpsstøð í verðina. Navnið hvarv tó úr miðlalandslagnum fyri nøkrum árum síðani, men verður nú aftur at síggja og hoyra í nýggjum skapi.
Tað eru eysturoyingarnir Andrew Djurhuus og Símun J. Hansen, sum hava tikið stig til rásina.
- Vit hava báðir verið radio-aktivir stóran part av okkara vaksna lívið, og tá vit gjørdust greiðir yvir at Radio.fo fór at steðga við sínum virksemi og at navnið Rás2 var tøkt, so valdu vit at taka av møguleikanum at gera okkara egnu útvarpsstøð. Nú byrja vit eitt sindur knappliga og beint upp til summar-resið hjá flestu fólkum, so í fyrstu syftu er ætlanin at spæla nógvan summarsligan tónleik og annars at halda fram við nøkrum av teimum sendingum, sum hava verið at hoyrt á frekvensunum. So fara vit at brúka summarið til at finna fótafesti og lansera eina spennandi skrá til heystar.
- Vit hava valt undirheitið "Rás 2 - Hitt Radio" - og kunnu fólk leggja í tað hvat tey vilja, men góður tónleikur verður eitt týðandi element á rásini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2023
Nýggjasta valevni, sum bjóðar seg fram, er Aki-Matilda Høegh-Dam
Tað verður stríð um formanssessin í grønlendska flokkinum Siumut. Umframt sitandi formannin, Erik Jensen, er fyrrverandi formaðurin Kim Kielsen eisini við í stríðnum umframt unga Aki-Matilda Høegh-Dam, ið er sinnað at siga fólkatingssessin frá sær fyri at gerast forkvinna í flokkinum.
Tað skrivar grønlendska kringvarpið KNR.
Nýggjasta valevnið í stríðnum er júst Aki-Matilda Høegh Dam, sum sunnudagin skrivaði á Facebookvanga sínum, at hon er sinnað at stilla upp.
Men tað eru bert lokalu veljarafeløgini, sum kunnu stilla upp evni til formansvalið, so enn er ikki greitt hvør verður við, tá endaliga avgerðin skal takast.
Landsfundurin í Siumut verður hildin um ólavsøkumundið, 28. til 30. juli.
Um so er, at Aki-Matilda Høegh-Dam verður vald, fer hon at siga fólkatingssessin frá sær. Hesin sessur verður so yvirtikin av prestinum Markus E. Olsen, ið er fyrsti varamaður á fólkatingslistanum hjá Siumut.
Markus E. Olsen er ikki longur prestur. Hann fór frá í november í fjør eftir at hann fyribils varð loystur úr embætinum, tá stórt hóvasták varð gjørtu burtur úr eini prædiku hann helt í Nuuk á tjóðardegnum 21. juni í fjør, har guðstænastan endaði við siðbundnum trummudansi.
Ein av umstríddu útsøgnunum hjá Aki-Matilda Høegh-Dam var, tá hon í einum poddi á Berlingske í mai varð spurd um hon vildi seta dagfesting á nær Grønland fekk fullveldi.
- Mítt besta boð er, at eftir næsta val í Grønlandi, fara samráðingarnar í gongd. So 2030 er eitt gott boð, segði hon.
Og Markus E. Olsen, sum stendur at taka yvir fólkatingssessin, er ikki bangin fyri at yvirbjóða.
- Um tað er møguligt, so fær Grønland fullveldi í 2029. Í seinasta lagi, sigur hann sambært knr.gl
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2023
Silvio Berlusconi, ið var forsætisráðharri í Italia í trimum umførum, andaðist mánamorgunin, 86 ára gamal
Fyrrverandi italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, er deyður, 86 ára gamal.
Berlusconi andaðist á San Raffaele-sjúkrahúsinum í Milano mánamorgunin, har hann hevði verið innlagdur síðan fríggjadagin.
Hann hevur fleiri ferðir verið innlagdur á sjúkrahúsi seinastu mánaðirnar. Hann hevur m.a. fingið viðgerð fyri blóðkrabba, og stutt síðan hevði hann eisini lungnabruna, skrivar Ritzau.
Berlusconi, sum í 1990unum stovnaði flokkin Forza Italia, sum hann eisini var formaður fyri, var forsætisráðharri í Italia í trimum umførum – frá 1994 til 1995, 2001 til 2006, og frá 2008 til 2011.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2023
Á verkstovu fyri havgranskarar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi í farnu viku greiddi lívevnafrøðingurin Lorenz Meire frá síni gransking av ávirkanini av vatni frá bráðnandi jøklum, ið rennur út í grønlendsku firðirnar
Veðurlagið hitnar skjótari í arktiska økinum enn aðrastaðni á jørðini, og avleiðingar av veðurlagsbroytingum eru sera sjónligar í Grønlandi. Á grønlendska Veðurlagsgranskingarstovninum í Nuuk eru granskarar úr fleiri londum við at skráseta og greina árinini av upphitingini á vistfrøðina.
Á verkstovu fyri havgranskarar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi í farnu viku greiddi lívevnafrøðingurin Lorenz Meire frá síni gransking av ávirkanini av vatni frá bráðnandi jøklum, ið rennur út í grønlendsku firðirnar.
Á hvørjum sumri renna umleið túsund gigatons av feskvatni í havið frá jøklunum. Tað svarar til ein triðing av árligu feskvatnsnýtsluni í øllum heiminum. Hendan nøgdin fer at vaksa munandi komandi árini.
Ísvatn rennur í havið frá jøklum inni í landinum og frá jøklum við havið. Vatnið frá jøklum á landi rennur í havið sum ein gruggut á. Grýtið leggur seg á botnin og hevur við sær, at lívið í firðunum minkar. Vatnið, ið rennur frá jøklum við havið, elvir hinvegin til meldur í sjónum, sum leiðir føðsluevnir í stórum nøgdum upp frá havbotninum og skapar grundarlag fyri nógv øktum lívi í sjónum.
Sjógvurin í grønlendsku firðunum er hitnaður 1 til 2 stig seinastu árini.
Granskingarráðið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2023
Mai mánaði er ofta av lakastu mánaðum til grøna orku m.a. við liggjandi góðveðri, og elframleiðslan í mai verður vanliga í størstan mun borin av dieselriknu verkunum. Men so var ikki í ár, tá helvtin av elframleiðsluni í mai var grøn orka
Hetta skrivar SEV á heimasíðu síni.
Tað er serliga framleiðslan úr vindi, sum ger munin. Av samlaðu framleiðsluni á 36,4 GWt komu 14 GWt úr vindi, tað er á leið tríggjar ferðir meira enn í fjør. Síðan 2018 hevur úrtøkan úr vindi verið um 4 GWt í mai mánaða.
Mesta vindorkuframleiðslan var á Gellingarkletti, sum kom upp á 6,4 GWt, meðan myllurnar í Flatnahaga og í Húsahaga framleiddu 2,6 GWt hvør.
Dieselverkini stóðu fyri 50 prosentum av framleiðsluni við 18 GWt. Undanfarnu fimm árini hava dieselverkini framleitt í meðal 23 GWt í mai, so hóast stóran vøkstur í eftirspurningi og framleiðslu, er framleiðslan á termisku verkunum minka munandi.
Vatnorkuframleiðslan var í mai 4 GWt, sum er nærum tað sama sum undanfarin ár.
Higartil í ár eru framleiddir íalt 188,6 GWt, svarandi til ein vøkstur á 6,8% í mun til 2022.
Suðuroy
Mai mánaði gjørdist heilt serligur í Suðuroy, tí vindorkuframleiðslan royndist serliga væl. Tað er fyrsta árið við stabiliserandi tøknini í Porkeri, t.e. battarískipan og synkronkompensator, og tað sær út til at rigga væl, tí í tilsamans 17 samdøgur, harav 10 dagar á rað frá 21. til 31. mai, var eingin motorur á Vágsverkinum í gongd. Vindur, vatn og sól stóðu fyri allari elframleiðsluni, og til tíðir var bara vindorka á netinum.
Vindviðurskifti vóru óvanliga góð hesar dagarnar, og í miðal var vindferðin hægri í mai ár enn sama tíðarskeið í fjør: 9,3 í 2023 í mun til 8,1 í mai 2022.
Býtið í framleiðsluni var púra óvanligt fyri árstíðina. Fram til 2021 tá vindmyllurnar í Porkeri komu í rakstur, plagdi Vágverkið at standa fyri umleið 95 prosentum av el-framleiðsluni, men í mai í ár hevur Vágverkið bert framleitt 29 prosentum av streyminum. Tilsamans var grøna elframleiðslan 1,9 GWt, sum svarar til sløk 71 prosent av samlaðu framleiðsluni. Til samanberingar var býtið í mai í fjør 25 prosent grøn orka og 75 prosent olja.
Í ár stóð vindorkan fyri 64 prosentum, gamla vatnorkuverkið í Botni stóð fyri 6 prosentum og sólorkuverkið í Sumba framleiddi einum prosenti av streyminum hjá suðuroyingum.
Broytingin merkist sjálvsagt eisini í oljunýtsluni. Áðrenn vindmyllurnar, brúkti Vágsverkið millum 400 og 500 tons av olju í mai, meðan oljunýtslan í mai í ár var 160 tons.
- Tað er týðuligt, at tað er neyðugt við stabiliserandi tøknini, tvs. battaríum og synkronkompensatori afturat vindmyllunum. Tað er hendan tøknin sum ger tað møguligt at sløkkja dieselmotorarnar”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.
- Tey fyrstu tvey árini við vindmyllum í Suðuroy fekst munandi partur av vindorkuni ikki til høldar, og fram til 31, mai í bæði 2021 og 2022 vóru 3,5 GWt framleiddir úr vindi, svarandi til 31% av møguligar framleiðslu, meðan tað higartil í ár eru framleiddir 6,7 GWt úr vindi, svarandi til 64% av møguligar framleiðslu, sigur Heri Mortensen.
Dieselverkini
Hóast tað til tíðir eydnast so sera væl við varandi orku, sum til dømis mai í ár, og oktober í fjør, so kemur meira enn so fyri, at tað er bæði turt og stilt, og at eingin orka fæst burturúr hvørki vatni ella vindi.
Tá eru tað dielselverkini á Sundi og í Vági, og manningar, tess sum gera størsta partin av arbeiðinum. Tey hava bæði máttin og úthaldni at gera streym til alt landið, og bera framleiðsluna, tá vindur og vatn halda summarfrí, og onkuntíð eisini vetrarferiu við stilli og frostbinding.
Í góða veðrinum fyrstu vikuna av juni í ár hava dieselverkini staðið fyri meira enn 80 prosentum av elframleiðsluni, vindurin 17 prosentum og vatn 2 prosentum.
- Dýrdarveðrið í løtuni er dømi um størstu avbjóðingina hjá okkum í mun til grøna elframleiðslu, sigur Heri Mortensen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2023
Skal framleiða 49 4,5 MW vindmyllur til skotska fyritøku
Skotland man vera eitt tað fremsta landið í heiminum at seta upp vindmyllur bæði á landi og til havs. Tað fer ikki dagur, at sáttmálar um nýggjar vindmyllur verða gjørdir.
So var eisini í vikuni, tá danski vindmylnuframleiðarin Vestas vann útbjóðing av nærum hálvthundrað vindmyllum til fyritøkuna Brockwell Energy í North Kyle í Suðurskotlandi. Vestas skal eisini hava viðlíkahald av myllunum komandi 30 árini. Uppsetingin byrjar um eitt ár og verður liðug móti ársenda í 2025.
Umleið 3 milliardir krónur verða brúktar til nýggju verkætlanina, sum liggur í einum øki, har tað fyrr var kolanámsvinna. Við hesi verkætlanini fer økið vónandi aftur at kunna síggja framgongd.
Tá vindmylnulundin fer í gongd skal hon kunna framleiða streym til 163.000 húsarhald og harvið eisini verða eitt týðandi stig á leiðini at røkka málinum um null útlát.
Kelda: Energy Voice
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2023
Fyrsta av metanolskipunum hjá Mærsk er farið úr turrdokkini í Suðurkorea, og fer í sigling seinni í ár. So stór er hendingin, at forkvinnan í ES skal doypa skipið
Ein av stóru fyri ikki at siga størstu avbjóðingunum í sambandi við tað grøna orkuskiftið er, hvussu heimsins skipaflotar kunnu fara frá diesel til grøn brennievni. Skip av øllum slag standa í dag fyri meginpartinum av CO2 útlátinum, og tí verður granskað í fleiri ymsum sløgum av grønum brennievnum eitt nú metanol.
Eitt av heimsins størstu reiðaríium, danska A.P. Møller - Mærsk er eitt teirra, sum gongur á odda til tess at finna nýggj brennievni, sum kunnu avloysa diesel og fossil brennievni, ið kann gera, at fyritøkan røkkur sínum máli um at verða CO2 neutralt í 2040.
Fyritøkan hevur nú tryggjað sær grønt metanol frá hálendska framleiðaranum OCI Global til jomfrúferðina hjá fyrsta av metanolriknu konteynaraskipinum hjá reiðaríinum.
Skipið, sum verður bygt í Ulsan í Suðurkorea, skal navngevast í Keypmannahavn í september. Og tað verður eingin minni enn forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, sum verður gumma at skipinum.
Mærsk sigur sambært Søfart, at hetta verður ein varði ella vegamót í tess søgu. Longu í 2024 fer Mærsk at taka í nýtslu fleiri av líknandi skipum.
- Marknaðurin fyri grønum metanol er framvegis nýggjur og høvdu vit ikki roknað við at gerast partur av hesum so skjótt. Vit rokna við, at tað í framtíðini verður møguligt at fáa ymisk sløg av grønum brennievnum, sigur Morten Bo Christiansen, frá Mærsk.
Sum skilst framleiðir OCI sítt grøna metanol á eini amerikanskari fyritøku við at brúka biogass frá organiskum burturkasti á brennistøðum. Grøna metanolið lýkur krøvini, sum ES setir til slíka framleiðslu.
Mærsk leggur seg eftir at flyta 25 prosent av sínum vørum í 2030 við grønum brennievnum.
Skipið hjá Mærsk verður tað fyrsta av sínum slag í heiminum, sum verður rikið við grønum metanol. Skipið er 172 metrar og verður mett at vera ein varði í royndunum hjá felagnum um ikki at lata út vakstrarhúsgassir í 2040.
- Okkara skip er eitt ítøkiligt dømi um tað grøna orkuskiftið, sum ES ynskir sigur Vincent Clerc fyrisitingarstjóri hjá Mærsk. Fyri bara nøkrum árum síðani var hetta skipið bara ein ímynd. Nú er tað veruleiki og vit eru errin av, at Ursula von der Leyen hevur játtað at vera gumma sigur hann.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2023
Hóast Kekkia vann 5-0 í venjingardysti í november, so hava landsliðsvenjarin og liðformaðurin góðar vónir til EM-undankappingardystin á Tórsvølli í kvøld
Tíðindafundur var á Tórsvølli í gjár, í sambandi við at A-landsliðið við monnum spælir EM-undankappingardyst móti Kekkia í kvøld.
Håkan Ericson segði millum annað, at hann nú fyri fyrstu ferð kennir summarið í Føroyum. Umframt at fegnast um veðrið, segði sviin, at liðið higartil hevur havt tríggjar góðar venjingar.
Taptu 5-0 í november – kunnu vinna hesa ferð
Tað er ikki so vanligt, at A-landsliðið hevur spælt venjingardyst móti einum mótstøðuliði so stutt áðrenn ein undankappingardyst.
Í november vóru Føroyar í Kekkia – hetta var áðrenn lutakastið til EM-undankappingina – og vórðu hølvaðir av.
(Mynd: Sverri Egholm)
- Vit fylgdu ikki dystarætlanini og megnaðu ikki at hanga í teimum – nakað sum í seinna hálvleiki. Teir manglaðu teirra stjørnuáleypara, men tað gjørdi ikki mun Tað er torført at síggja greiðar veikleikar hjá kekkum – vit eru tó í betri støðu at standa ímóti teimum enn í november og hava fyrireika okkum væl uppá tær. Vit trúgva uppá ein sigur móti teimum í morgin, staðfestir Håkan Ericson.
Tað eru nærum átta mánaðir síðani venjingardystin í Brno og næstan tríggir mánaðir síðani dystirnar í Moldova (EM-undankapping) og Norðurmakedonia (venjingardystur).
Håkan Ericson segði á tíðindafundinum, at tað var eitt “hart prát” eftir Moldova-dystin, har liðið hevði mist leiðsluna og ikki víst seg væl fram í seinna hálvleiki. Nú hevur toymi og hópurin eftirmett seinastu dystirnar, og tikið tað við, sum brúkast kann.
Sum vanligt vildi høvuðsvenjarin ikki siga stórvegis um liðið. Meinhard Egilsson og Patrik Johannesen eru úti við álvarsamum skaðum, og í mun til seinast er Mads Boe Mikkelsen ikki við. Nakrir nýggir spælarar eru komnir inn, og helst verður talan um nýggja leikskipan kundi Håkan Ericson ikki staðfesta.
(Mynd: Sverri Egholm)
Uppá spurningum um hendingin í mjørkadystinum á Svangaskarði í 1998, har kekkar “snýttu okkum” spælir nakran leiklut, so svaraði landsliðsvenjarin, at kekkisku spælararnir, ið spæla nú, ikki eru við, og at hetta ikki spælir inn. Tað snýr seg meira um tað mentala: Er man bangin fyri at tapa stórt aftur, ella fær man vent tí og lønt kekkum aftur.
- Sleppa hondbremsuni
Fyri liðformannin Viljorm Davidsen snýr tað seg eitt sindur um at sleppa hondbremsuni:
- Tað eru tey stóru kvøldini á Tórsvølli, sum seta seg fast, og tað sum vit spælarar tosa um. Vit hava gjørt tað fyrr, og í annaðkvøld skulu vit sleppa hondbremsuni eitt sindur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2023
Hetta haldi eg eisini, at eg havi víst hesa hálvuna í Lyngby. Tað sigur Petur Knudsen, sum miðjar eftir at spæla á líknandi stigi eftir summarsteðgin. Fyrst snýr tað seg tó um at gera seg galdandi á landsliðnum
Knudsen. Navnið hongur á ymsan hátt saman við føroyska A-landsliðnum hjá monnum. Leingi var Jens Martin Knudsen eyðsýndur. Eitt var eyðkenda topphúgvan - hitt var at hann var fyrstimálverji og lyklaspælari leingi.
Petur Knudsen er ein av synum hansara. Hann setur í samrøðu, sum Portalurin hevði við hann á Hotel Føroyum í vikuni, orð á hetta; millum annað at pápin er stóra fyrimyndin og er stuðlandi, men at hansara motivatión kemur innanfrá. Í 2020 gjørdist Petur ársins spælari í Betrideildini, og nakrar mánaðir seinni fekk Lyngby fatur á honum.
Veruliga gjøgnumbrotið á A-landsliðnum er ikki komið enn. Petur var við til nógvar dystir í 2021 - tá hann var ov gamal til U21-landsliðið - og tveir venjingardystir tíðliga í 2022, áðrenn hann gjørdist skaddur og noyddist undir skurð.
Í vetur kom maðurin úr Saltangará fyri seg eftir harða endurvenjing. Hann var ávegis úr Lyngby í mars, men skaðar til aðrar gjørdi, at Petur Knudsen skjótt fekk spælitíð, og hann gjørdi eisini mun, tá Lyngby á ótrúligan hátt bjargaði sær lívinum. Kviki álopskendi spælarin skoraði tvey mál í átta dystum.
Nú er tó tíð til nakað annað - fyri báðar partar. Í samrøðuni vísir Petur á, at hann síðstu mánaðirnar hevur víst seg væl fram á høgum stigi, og at hann vil finna felag, sum er líknandi ella hægri stig enn Lyngby; tað skal tó "vera tað rætta" Eisini heldur Petur, at nú man er 25 ár, skal hann stríða seg til størri leiklut og vísa seg fram á landsliðnum. Higartil hevur talan ikki verið um so nógvar minuttir, men fyrrverandi NSÍ og Lyngby-leikarin er til reiðar at taka teir, ið hann fær og royna at prógva sítt virði.
- Stig í báðum dystunum er tað vit fara eftir, staðfestir hann.
Føroyar spæla EM-undankappingardyst móti Kekkia í kvøld klokkan 19.45 á Tórsvølli. Júst trý samdøgur seinni verður bríkslað í gongd móti Albania.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2023
Hørður Askham úr HB, ið hevur verið skaðadarvaður í ár, avloysir skadda Mads Boe Mikkelsen. Talan er ikki um eitt beinleiðis býti - heldur verður miðvøllurin umskipaður nakað, sigur Håkan Ericson
Farna vikuskiftð gjørdist greitt, at KÍ'arin Mads Boe Mikkelsen kortini ikki fór at vera partur av landsliðshópinum, sum skal spæla tveir undandystir nú um dagarnar. Málskjúttin í fyrsta undankappingardystinum, sum var í Moldova í mars, er darvaður av vøddaskaða og hevur ikki spælt nógv fyri KÍ seinastu tíðina.
Avloysarin verður ein meira verjukendur spælari. Miðverjin Hørður Askham hevði trupulleikar við lærkrikanum allan vetur og í byrjanini av kappingarárinum. Hann kom á vøllin aftur í síðsta mánaða og spældi millum annað eitt sindur í 1. deild.
Mads Boe Mikkelsen hevur her skorað í Moldova. KÍ-spælarin hevur mest spælt á sentrala miðvøllinum ella á vonginum á A-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
Hørður Askham í Parkini í 2021, har hann spældi 90 minuttir. Tá var HB-spælarin ein av trimum miðverjum (Mynd: Sverri Egholm)
Hørður er ikki byrjaður inni nakran dyst í Betrideildini ár, men spældi ein hálvan tíma í grannauppgerðini móti B36 farna vikuskiftið.
Hóast hetta, og hóast fimm aðrir spælarar eru úttiknir sum miðverjar, so fall valið nú á Hørð. 28-ára gamli havnarmaðurin hevur spælt tíggju A-landsdystir seinastu tvey árini - fleiri frá byrjan - og Håkan Ericson og toymi hava valt eina heldur øðrvísi loysn, nú ein kreativur miðvallari kortini ikki var tøkur:
- Hetta er ikki eitt beinleiðis býti, tí teir, Hørður og Mads, eru rættuliga ólíkir. Heldur royna vit at umskipa miðvøllin eitt sindur
Soleiðis sigur landsliðsvenjarin við heimasíðuna hjá FSF. Hetta bendir á, at Gunnar Vatnhamar ella Rógvi Baldvinsson kunnu fáa leiklut á miðvøllinum heldur, ella at Føroyar - íhvussu er í tí eina dystinum - fara at spæla við trimum miðverjum.
Hópurin til dystirnar móti Kekkia (17. juni) og Albania (20. juni)
Málverjar:
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Verjuspælarar
Gilli Rólantsson Sørensen, TB
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Hørður Askham, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (ÍSL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK
Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (NOR)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad (NOR)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (ÍRL)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36
Áleyparar:
Hannes Agnarsson, B36
Petur Knudsen, Lyngby
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (ÍSL)
Jóan Símun Edmundsson, S.K.Beveren (BEL)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2023
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu trýsti á knøttin áðrenn venjingina hjá A-landsliðnum við monnum í týsdagin. Styrkin í ljósunum er betri, og ongin ljósdálking skal standast av teimum
Týsdagin, beint áðrenn landsliðsvenjingin fór í gongd og miðlar stutt fingu orðið á spælarar, var lítil hátíðarløta á Tórsvølli.
Orsøkin til hetta var, at nýggju LED-ljósini í stóru ljósmastrunum kring Tórsvølli skuldu takast í nýtslu. Hesi tryggja, at ongin ljósdálking er, og at ljósini bara lýsa niður á vøllin, vissa bæði Tórshavnar kommuna og FSF um.
Heðin Mortensen helt eina stutta røðu, áðren hann trýsti á knøttin í appini. Borgarstjórin segði millum annað, at hetta er enn ein stórur dagur fyri fótbóltin í Gundadali.
- Tí tað er longu langtsíðan, at verandi mastrar og ljósskipan á Tórsvølli vórðu bygd. Ljósið varð tendrað til spennandi dystin millum Føroyar og Italia í 2011, sum vit tíverri taptu við einum máli.
Mynd: Sverri Egholm
Tá gamla ljósskipanin á Tórsvølli varð tikin í nýtslu fyri tólv árum síðani, var talan um eitt frambrot fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Fótbóltssambandið staðfestir tó, at ljósini so mikið slitin, at styrkin í lampunum livdi ikki longur upp til tey krøv, ið verða sett, tá landsdystir skulu spælast.
- Harafturat var eisini munandi ljósdálking frá gomlu ljósunum, sum var til ampa fyri grannarnar. Í nýggju ljósunum er framkomin LED tøkni, sum tryggjar, at ljósini einans lýsa á sjálvan vøllin
Hetta skrivar fsf.fo. FSF-forsetin, Christian Andreasen, segði eisini nøkur orð, áðrenn mynd varð tikin saman við landsliðsvenjaranum. Talan var um eina verkætlan fyri umleið 11 milliónir krónur.
FSF-forsetin, A-landsliðsvenjarin og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu. Aftanfyri teimum síggjast nakrar av nýggju lampunum (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2023
Heimaliðið fekk trý heldur margháttilig mál - serliga tað seinasta hjá Oddi Petersen, ið tó var ógvuliga flott. Tapið hjá Víkingi á Country Festivalinum kann gerast dýrt
Fótbóltslagið og festivalhýrurin vóru framúr í Sørvági seinnapartin leygardagin. Í fyrsta dystinum í 13. umfarinum í Betrideildini tók 07 Vestur enn eitt stórt fet í evropeiska stríðnum - hetta við at vinna á Víkingi í dýrdarveðrinum á Dungasandi, har heilt nógvir áskoðarar vóru til staðar.
Áðrenn dystin vóru fimm stig á muni millum liðini. Víkingur situr á tí 4. plássinum, ið kann geva atgongd til Conference League næsta ár. Heimaliðið fekk fyrsta veruliga málmøguleikan eftir fimm minuttir, tá Jasper van der Heyden royndi seg. Tað varð ikki umsett til mál, men belgiski kanturin var ein støðug hóttan fyri verjuna hjá Víkingi við sínari ferð, sínum dribblingum og beinleiðis spæli.
Í sjálvum spælinum var Víkingur annars omaná tað mesta av fyrra hálvleiki. Tað tók eina løtu at koma til upplagdar málmøguleikar, men beint sum farið var um tjugu minuttir kom Geza David Turi ímillum eina alvering til høgru á egnari hálvu og fór til stroks. Miðvallarin hevði gott pláss, og ein renning frá Martini Klein Joensen var við at skapa nógv pláss til Sølva Vatnahamar. Geza fann Sølva, og í brotsteignum til vinstru var leirvíkingurin ísakaldur, og rullaði bóltin ímillum beinini á Ara í Haraldstovu Petersen.
Víkingur tyktiskt at hava fínt tamarhald á støðuni, men vágamenn stríddust væl og stoyttu aftur. Tað vóru tvær støður, har bólturin kom í hondina á Víking-spælara í brotsteignum, ið góvu 07 Vestur tvey brotsspørk og tvey mál stutt fyri steðgin. Tað var ógvuliga tilvildarligt og heldur óheppið fyri Víking, men man fekk ikki avgreitt støðurnar nógv væl áðrenn, og 07 Vestur søktu tær.
Tað fyrra brotssparkið kom, eftir at Jóanis á Steig smekkaði til, og bólturin kom í armin á Jákupi Johansen. Dagfinn Forná dømdi tað seinna - í yvirtíðini - eftir eitt mótálop hjá heimaliðnum, og fyri at bólturin sprakk í armin á Atla Gregersen. Magnus Holm Jacobsen, ið aftur spældi væl á miðvøllinum, umsetti bæði ógvuliga trygt.
Víkingur hevði havt heilt stóran møguleika beint fyri steðgin og kom fyri seg eftir váta vøttin. Jóhan Petur Poulsen skifti Poul Kallsberg og Finnur Justinussen inn til seinna hálvleik. Tíggju minuttir seinni var Finnur nær við at javna, og tá ein tími var leiktur bragdaði hjá roynda áleyparanum, ið var tryggur mitt fyri málinum. Hetta var eftir, at Sølvi Vatnhamar onkursvegna kom ígjøgnum til vinstru í brotsteignum og fekk lagt yvirum.
Útiliðið fekk tó ikki nýtt hetta sum grundarlag at veruliga hótta og fáa sigursmálið, tí 07 Vestur tók yvir. Stutt eftir málið til 2-2 bjargaði Atli Gregersen á strikuni, eftir at Oddur Petersen stútaði eftir hornaspark. Ungi sørvingurin var fremsti maður, nú Uros Stojanov var skaddur, og í 72. minutti trýsti hann Bárð á Reynatrøð, sum skuldi sparka út. Málverjin gjørdi heldur seint av, rakti áleyparan, bólturin stakk í luftuna, og Oddur gjørdi ikki mætari enn at saksa bóltin uppum Bárð. Hetta hegnisliga málið var ta triðja hjá honum í ár, og tað fekk uppaftur meira lív í mælsku fjøldina.
Hetta heldur løgna - men vakra málið - gjørdist avgerandi. Víkingur royndi at hótta, men nærri enn góða møguleikan hjá Sølva í 85. minutti kom liðið úr Eysturkommunu ikki. Miðaksin við millum annað Daniel Obbekjær og leirvíkinginum Dánial Pauli Lervig í miðverjuni og Høgna Egilstoft Nielsen á verjukenda miðvøllinum var stinnur.
07 Vestur hevur gjørt bart og við at basa víkingunum eru bert tvey stig upp til 4. plássið. Liðið hjá Micheal Schjønberg hevur eisini spælt ein dyst færri enn Víkingur, og kann nú veruliga hyggja uppeftir. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur bert eitt stig fyri fýra teir seinastu dystirnar og kann aftur irða seg um millum annað misnýttar málmøguleikar.
Betrideildin hjá monnum, 13. umfar
Leygardagin 9. juni
07 Vestur - Víkingur 3-2 (2-1)
21' Sølvi Vatnhamar (Geza Turi) 0-1
43' Magnus Holm Jacobsen br. 1-1
45 (+3)' Magnus Holm Jacobsen br. 1-2
61' Finnur Justinussenn (Sølvi Vatnhamar) 2-2
72' Oddur Petersen 3-2
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2023
Fyri triðju ferð í ár vann HB á grannunum - uttan at lata mál inn - og nú er liðið hjá Jákup Martini Joensen greiður fyrsti avbjóðari hjá KÍ
HB hevur framvegis ræðið á Havnini. Hetta varð aftur staðfest leygarkvøldið, tá B36 og HB spældu um 2. plássið í 13. umfari í Betrideildini - hetta var dystur nummar 14 hjá báðum liðunum, ið skjótt hava evropeiskar uppgávur á skránni.
Eftir ein heldur deydligan fyrra hálvleik, har bæði liðini vóru rímiliga varin, kom meira lív í dystin eftir steðgin. B36 hevði verið naskari í fyrra hálvleiki, og serliga var Bjarki Nielsen nær við.
Í seinna hálvleiki var tað tó meira HB, og sum hálvleikurin leið komu teir í reyðum og svørtum tættari - tó at talan framvegis var um javna uppgerð.
Myndir: Sverri Egholm
Tá beint undir tíggju minuttir vóru eftir, fekk HB fríspark í vandamiklari støðu nakað til høgru. Adriasn Justinussen var ikk ivið vegna skaða, men Mads Borchers tók ábyrgd, og smekkaði bóltin uppum manngarðin og framvið Mattiasi Lamhauge.
B36 gjørdi eina roynd at javna og hevði fleiri vandamiklar hornasparksstøður, men HB stóð ímóti og helt málið reint móti B36 fyri triðju ferð í ár. Teir reyð-svørtu hava vunnið tríggjar dystir móti grannunum í ár - tveir í Betrideildini og ein í steypakappingini.
HB er sjey stig aftanfyri KÍ og nú fimm stig frammanfyri B36, ið á ein hátt er endað í einum ongamannalandi, eftir at tað enn einaferð ikki eydnaðst at basa HB.
Betrideildin hjá monnum, 13. umfar
Í dag, leygardagin 9. juni
HB - B36 1-0 (0-0)
81' Mads Borchers 1-0
EB/Streymur - B68 2-0 (2-0)
18' Andras Olsen (Gutti Dahl-Olsen) 1-0
31' Rógvi Egilstoft (Bergur Poulsen) 2-0
KÍ - TB 1-0 (1-0)
9'Óli Eyðsteinsson Poulsen (René Shaki Joensen) 1-0
07 Vestur - Víkingur 3-2 (2-1)
21' Sølvi Vatnhamar (Geza Turi) 0-1
43' Magnus Holm Jacobsen br. 1-1
45 (+3)' Magnus Holm Jacobsen br. 1-2
61' Finnur Justinussen (Sølvi Vatnhamar) 2-2
72' Oddur Petersen 3-2
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2023
Brian Jakobsen og ungi miðverjin Dánjal Danielsen skoraðu sínu fyrstu mál fyri AB í Betrideildini í fyrsta sigrinum hjá liðnum í kappingini. ÍF hevur nú tapt sjey á rað, og fimm stig skilja liðini
Í 2013 vann AB ikki sín fyrsta dyst í Betrideildini fyrrenn í 12. umfari, tá argjamenn við 3-1 sigri á Víkingi lyfti seg upp á fimm stig. Síðani tapti liðið ikki í átta dystum á rað, og tað endaði við, at AB væl og virðiliga yvirlivdi.
Nú, tíggju ár seinni, fóru 12 umfør afturum, uttan ein AB-sigur. Í 2023 skuldu 13 umfør til, áðrenn argjamenn vunnu sær trý stig í einum dysti og við uppiborna 2-0 sigrinum á ÍF sunnudagin hevur AB nú fýra stig og fimm stig upp til niðurflytingarstrikuna.
Talan var um eina lívliga byrjan, og tað sást, at bæði liðini vildu leggja nógv fyri at vinna hendan lykladystin í botnstríðnum. ÍF hevði støður, men heimaliðið var naskari, og eftir seks minuttir royndi ungi vongurin Rói Christiansson Nielsen seg við knøppum skot, men Jákup Nolsøe Olsen bjargaði væl.
Bólturin fór framvið málverjanum av Kamsdali tvær ferðir næstu løtuna. Fyrru var varð tó fríspark/rangstøða dømd beint áðrenn, men í 17. minutti legði Sam Pollard innfyri úr vinstru, Brian Jakobsen fekk - heldur tilvildarligt - vunnið øki frammanfyri Karl Løkin í brotsteignum, og smekkaði síðani bóltin í ÍF-málið. Talan var um heilt gott skot hjá strandinginum, sum nærum vendi skeivt og sum fekk sítt fyrsta Betrideildarmál fyri AB.
Brian Jakobsen hevur stríðst alt ár fyri at fáa tað at eydnast - nú bragdaði hjá honum og AB (Mynd: Sverri Egholm)
ÍF royndi sjálvandi at svara aftur, men spælið hjá fuglfirðingum í fyrra hálvleiki var ikki so neyvt og nakað merkt av, at teir vóru heldur ótolnir og tykjast at mangla sjálvsálit. AB-liðið var væl skipað og gav ikki nóg pláss mitt fyri.
Eftir steðin fluttu uppflytararnir bóltin betur, og tað var nær við, at Hans Jákup Lervig javnaði, eftir at hann var sendur væl avstað og hevði sett málverjan av, men Viktor Benediktsson ruddaði skotið úr spískum burtur inni í málteingum. Ruben Møller Nielsen kom eisini í góða støðu í brotsteignum seinni, men danski miðvallarin skeyt uppum.
Tað varð ikki dagurin hjá ÍF men hjá AB. Sum útiliðið noyddist at satsa meira, fekk heimaliðið betur pláss og hevði nakrar vandamiklar umstillingar - einaferð var Brian nær við, tá hann stútaði gott innlegg frá Róa móti málinum. Tað var tó ein ungur argjamaður, ið fekk síðsta orðið og stongdi dystin. 18-ára gamli Dánjal Danielsen var komin inn í 74. minutti, og høgi miðverjin gjørdi tað væl. Fimm minuttir fyri leiklok fekk hann stútað við aftaru stong, í samband við hornaspark, bólturin rakti ÍF-spælara í nakkan, bólturin stakk í jørðina, og so var Dánjal knappur og smekkaði bóltin í málið.
2-0 málið útloysti stóra frøi Inni í Vika, og man sá á AB-hópinum og viðhaldsfólki, hvat hetta merkti. Hetta varð fyrsti sigurin í Betrideildini í ár, og fyrsti dystur at liðið skoraði meira enn eitt mál. Umframt hetta var tað stórt pluss, at Marius Kryger Lindh kom inn til sínar fyrstu minuttir í ár. Danin var eisini nær við at skora. Liðið hevur staðið seg væl undir leiðsluni hjá Morteni Overgaard, fyribils venjara: 1-2 móti bæði B36 og KÍ og nú ein ógvuliga kærkomin sigur.
Sunnudagin 11. juni
AB - ÍF 2-0 (1-0)
17' Brian Jakobsen (Sam Pollard) 1-0
85' Dánjal Danielsen 2-0
1. KÍ 42 stig (14 dystir)
2. HB 35 stig (14 dystir)
3. B36 30 stig (14 dystir)
4. Víkingur 21 stig (14 dystir)
5. 07 Vestur 19 stig (13 dystir)
6. EB/Streymur 13 stig (13 dystir)
7. B68 11 stig (13 dystir)
8. ÍF 9 stig (13 dystir)
9. TB 9 stig (13 dystir)
10. AB 4 stig (13 dystir)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2023
Enn ein útskifting á A-landsliðnum: Vinstri bakkur úr B36 avloysir skaddan vinstra bakk úr HB
- Í seinasta landskappingardysti fyri HB fór Ári Mohr Jónsson skaddur av vøllinum. Og nú er greitt, at rennisterki bakkurin ikki verður nóg birgur til landsdystirnar, sum eru á skránni í næstum.
Ístaðin fyri skadda Ára hevur Håkan Ericson úttikið Magnus Egilsson úr B36. Hann var fyrstu ferð við A-landsliðnum á heysti 2018. Hetta var eitt ógvuliga gott kappingarár hjá Magnusi á vinstra bakki hjá HB - undir Heimiri Guðjónsson. Hann kom ikki inn til nakran Nations League-dyst, men var nógv við árið eftir eisini og spældi tvær dystir sum innskiftari - fyrst í Spania og síðani í 1-0 sigrinum á Malta á Tórsvølli.
Ári Mohr Jónsson og Magnus Egilsson við A-landsliðnum í november 2019 (Mynd: Sverri Egholm)
Hávaksni havnamaðurin er harvið skrásettur fyri tveir A-landsdystir fyri Føroyar. Eftir kappingarárið í 2019 fór hann við Heimiri til Val í Íslandi, men vantandi spælitíð og skaðar órógvaðu menningini og vóru við at forða fyri landsliðsplássi.
Síðani kappingarbyrjan í 2022 hevur Magnus spælt sum fastur vinstri bakkur hjá B36, og í fjør skoraði Magnus Egilsson hattrikk, tá B36 sendi Borac Banja Luka úr Conference League.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2023
Tað hevur leingi ligið í luftuni, og nú er tað endaliga greitt, at Petur Knudsen verður at síggja í onkrum øðrum felagi seinni í summar
Fyri tveimum árum síðani skifti Petur Knudsen úr barndómsfelagnum NSÍ til Lyngby í Danmark, sum tá var í næstbestu deildini. Álopskendi spælarin úr Saltangará byrjaði væl við millum annað fleiri málum tíðliga, men fekk síðani ein álvarsaman skaða, ið gjørdi, at Petur var úti leingi og skuldi skurðviðgerast.
Hørð endurvenjing var á skránni í vetur, og eftir nakrar skaðar í hópinum vann hann sær fleiri og fleiri minuttir í Superliguni. Samanlagt gjørdist talan um átta dystir og tvey mál, sum vóru ógvuliga umráðandi í bjargingini hjá Lyngby.
Petur Knudsen hevur her skorað til 1-0 í lykladystinum móti Aab Í næstseinasta umfari (Mynd: Lyngby BK)
Tað hevur tó ligið í luftuni, at Petur Knudsen ikki fór at halda fram í felagnum. Sáttmálin stendur til at ganga út 30. juni, og nú er tað endaliga greitt, at føroyingurin ikki spælir fyri Superliga-felagnum eftir summarsteðgin.
Tað er Lyngby, sum váttaði hetta á heimasíðu sínari í vikuni.
- Petur Knudsen fekk ein langtíðarskaða, men hann hevur strítt seg ógvuliga væl aftur og hevur eisini havt stóran leiklut í, at vit stóðu okkum so væl í niðurflytingarstríðnum. Vit er glaðir fyri íkasti hjá Peturi, og eg eri vísur í, at hann við sínum flotta vári hevur fingið eitt gott útgangsstøði til at fáa ein sáttmála í einum øðrum felagi.
Tað er fótbóltsstjórin Nicas Kjeldsen, ið sigur hetta við lyngby-boldklub.dk, í samband við at Petur og tríggir aðrir spælarar fara úr felagnum. Ein av hinum er Thor Høholdt, ið spældi við B36 størsta partin av síðsta kappingarárið.
Petur Knudsen er aftur á landsliðnum nú. Í vetur vóru fleiri føroysk feløg eftir honum, men tað er væl meira sannlíkt, at 25-ára gamli føroyingurin heldur fram við fótbóltsleiðini uttan fyri landoddarnar.
Petur spældi 34 landskappingardystir og skoraði átta mál fyri Lyngby BK.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2023
Momoko Debes og StÍF hava gjørt avtalu um, at hon komandi kappingarár verjir málið hjá besta kvinnuliðnum eftir barnsburðarskeið
Momoko Debes er komin aftur at verja málið hjá besta StÍF-kvinnuliðnum. Momoko og StÍF hava gjørt avtalu um, at hon komandi kappingarár verjir málið hjá besta kvinnuliðnum eftir barnsburðarskeið. Hon hevur longu vant við liðnum í eina tíð.
Momoko Debes (fyrr Nakamura) er 28 ára gomul, ættað úr Japan. Í fjør giftist hon við Jógvan Eli Debes og fingu tey ein son í fjør.
Momoko er ein sera góður málmaður, og megnar hon til tíðir at nærum steingja málið. Hon stóð sín fyrsta dyst fyri StÍF í desember í 2020. Hon hevði ein týðandi leiklut í søguliga FM-heitinum, sum liðið vann í apríl 2021.
Áðrenn Momoko kom til Føroya, leikti hon hondbólt í bestu deild í Japan í trý ár.
– Eg eri sera spent at spæla aftur við StÍF. Í komandi kappingarári er nýggjur høvuðusvenjari (Dan M. Jürgensen) og broytingar eru á liðnum, so hetta er ein nýggj byrjan, men mær dámar væl nógvar avbjóðingar, sigur Momoko.
Í StÍF eru tey sera fegin um, at Momoko er komin aftur til StÍF, og fer nýggi høvuðsvenjarin m.a. at arbeiða fyri góðum samanspæli millum málverjustílin hjá Momoko og verjuleikarapartin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2023
Strikuspælarin hevur seinastu tvey árini spælt fyri Stjørnuna. 26-ára gamla Malene er úr Danmark, og skal umframt at spæla vera hjálparvenjari og fysioterapeutur hjá yngri liðum
StÍF og Malene Madsen hava gjørt avtalu um, at hon fer at spæla við besta kvinnuliðnum hjá StÍF komandi kappingarár. Eisini skal hon virka sum venjari og fysioteraputur í ungdómdleikari.
- Malene er 26 ár og strikuleikari. Hon hevur tey seinastu tvey kappingarárini spælt við Stjørnuni. Áðrenn hetta leikti hon í trý ár við danska felagnum Skovbakken. Hon er útbúgvin fysioterapeutur. Avtalað er við Malene, at hon verður fysioterapeutur hjá barna-og ungdómsliðunum, og fer hon eisini at vera hjálparvenjari hjá gentuliðum.
Soleiðis skrivaði StÍF í kunning í vikuni. Malene Madsen kom til Føroyar í 2021, og hevur tvey tey seinastu árini spælt við Stjørnuni og gjørt vart við seg millum annað í miðverjuni. Um nýggja samstarvið við StÍF sigur Malene soleiðis:
- Eg eri spent til ein nýggja avbjóðing, og eg vóni, at eg kann gera mun á liðnum. Eg gleði meg at koma í gongd og at læra kvinnuliðið og fólkini í StÍF at kenna.
Dan M. Jürgensen, høvuðsvenjari hjá kvinnuliðnum, sigur um Malene:
- Vit eru stolt av, at Malene hevur valt at halda fram á hennara hondbóltsleið hjá StÍF. Hon verður við til at stabilisera verjupartin og eisini fer hon at geva eina eyka dimensión til álopsspælið. Eg eri sera spentur at arbeiða saman við Malene við at menna víðari hennara álopsdygdir sum strikuleikari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2023
Andri K. Hansen verður málmaður hjá besta mansliðnum hjá StÍF komandi kappingarár
StíF og Andri K. Hansen hava gjørt avtalu um, at hann verður málmaður hjá besta mansliðnum hjá StÍF komandi kappingarár. Sostatt er Andri komin aftur til sítt barndómsfelag.
Andri hevur seinasta árið verið málmaður í Íslandi við Fjølnir, sum er í næstbestu hondbóltsdeildini. Hann hevur staðið væl við liðnum, og manglaði lítið í hjá liði hansara at vinna pláss í bestu deild. Andri var eisini hjálparvenjari hjá barnaliðum í Fjølnir.
Andri fer, umframt at verja málið hjá besta mansliðnum, eisini at vera málsmansvenjari hjá StíF hjá barna- og ungdómsliðunum.
Andri er 23 ára gamal og býr á Skála. Hann hevur vant og leikt við StíF, síðan hann var smádrongur. Hann hevur fyrr verið hjálparvenjari og málmansvenjari hjá barnaliðum hjá felagnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2023
Mowi, fyrr Marine Harvest, hevur verið stórstuðul hjá HSF seinastu 10 árini, og stuðulsavtalan heldur fram í 2024 og 2025
Alifyritøkan Mowi verður stórstuðul hjá Hondbóltssambandi Føroya í tvey ár afturt.
Mowi og HSF hava nevniliga longt stuðulsavtaluna, og verður Mowi sostatt stórstuðul hjá HSF eisini í 2024 og 2025.
Mowi, fyrr Marine Harvest, hevur verið stórstuðul hjá HSF seinastu 10 árini, og vóru teir ein av fyrstu fyritøkunum, sum komu inn og vildu stuðla framsøknu ætlanunum í hondbóltinum, skrivar heimasíðan hjá HSF.
Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Mowi, hittust herfyri á høvuðsætinum hjá Mowi á Heygsstøð á Strondum, har nýggi sáttmálin varð undirskrivaður.
– Tað hevur verið hugtakandi, at síggja ein felagsskap seta sær høg, framsøkin mál, og við at standa saman og stuðla undir fæ, so ber til at røkka málum innan lutfalsliga stutta tíð. Hetta endurspeglast nú vit kappast við heimsins fremstu hondbóltstjóðir, sigur Hans Jákup Mikkelsen í viðmerking til nýggja sáttmálan.
Sambært Gunn Ellefsen roynir HSF leypandi at styrkja um grundvøllin undir felagsskapinum.
– Hetta er lættari, tá tað gongur væl, meðan tað skal meira arbeiði til, tá ein er ávegis. Mowi hevur verið stuðul hjá HSF nú í 10 ár, og er tað hent ótrúliga nógv hesi árini, sigur hon.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2023
Flogbóltslandsliðið hjá monnum tapti leygardagin aftur greitt móti Lettlandi - hesaferð á útivølli. Fleiri ungir og óroyndir leikarar fingu møguleikan
Silver League, menn:
Lettland – Føroyar 3-0 (25-11, 25-15, 25-10)
Úrslitið hesa ferð var heldur lakari enn á heimavølli fyri viku síðani, tá við fingu 17, 16 og 16 stig í teimum trimum settunum.
Vit fylgdu so dánt við ta fyrstu løtuna, men frá 10-5 tvífaldaðist munurin aftur og gjørdist 20-10, áðrenn vit taptu 25-11.
Annað sett var tað frægasta, og serliga ímóti endanum pyntaðu vit upp á tølini og vunnu mest sum annan hvønn bólt frá 20-11, og klóraðu okkum upp á 15.
Í triðja setti vóru vit skjótt aftanfyri 1-8, men komu tó væl afturíaftur og minkaðu um munin til 7-12. Góða løtan sæst tó ikki so væl aftur í settúrslitinum, tí vit taptu teir síðstu 8 bóltarnar á rað, og settið 25-10.
Tó skal havast í huga, at venjarin, Boban Ilic, hevði sagt, at hann ætlaði at brúkar nógvar av teimum ungu og óroyndu leikarunum í hesum dystinum. Hetta skuldi síggjast sum ein íløga í framtíðina, sum kanska kostar nøkur stig her og nú, men sum so fer at bera ávøkstur í framtíðini.
Aftur hesaferð var tað Hjørtur Joensen sum vann okkum flest stig við sínum fimm vinnarasmassjum og eina blokki, og hann varð eisin valdur til dagsins leikara hjá Føroyum.
Kelda: Flogbóltssamband Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2023
Flogbóltur: Kvinnulandsliðið hevði ætlanir um at endurtaka úrslitið á heimavølli, men endaði við at tapa øll trý settini í Georgia
Silver League, kvinnur:
Georgia – Føroyar 3-0 (25-15, 25-12, 25-15)
Væl vitandi, at tað er truplari at spæla á útvølli enn á heimavølli, hevði kvinnulandsliðið í flogbólti kortini góðar vónir um at vinna á Georgia í Silvurliguni aftur hesa ferð, men eftir úrslitið mikudagin má bara ásannast, at mongum brestur ætlan.
Fyrstu løtuna fylgdu Føroyar so dánt við Georgia, men við 10-7 fór at dragna millum liðini, og tá so Føroyar taptu teir síðstu fimm bóltarnar á rað, gjørdist munurin óneyðuga stórur í fyrsta setti, sum Georgia vann 25-15.
Annað sett sá fyrstu løtuna út til at skula gerast javnt og spennandi, men við støðuna 4-4 vann Georgia seks bóltar á rað, og so var mótbrekkan brøtt, og langt var ímillum føroysku stigini, sum gjørdust 12 í tali.
Líka illa gekst í hond fyrstu løtuna í triðja setti, har Georgia legði seg á odda 18-7, men ein tann frægasta føroyska, løtan við fýra stigum á rað, minkaði um munin til 18-11, og ein onnur løta, við trimum stigum móti endanum, pyntaði eitt sindur upp á settúrslitið, sum gjørdist 25-15.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2023
Ian avloysir Beinir Kristiansen, sum í áleið tvey ár hevur sitið í hesum starvinum og hevur staðið fyri at byggja upp eina skrivstovu fyri FBF
Nevndin í Flogbóltssamband Føroya hevur gjørt av at seta Ian Dam sum stjóra í Flogbóltssamband Føroyar..
Ian avloysir Beinir Kristiansen, sum í áleið tvey ár hevur sitið í hesum starvinum og hevur staðið fyri at byggja upp eina skrivstovu fyri FBF.
Sera nógv virksemi er í føroyskum flogbólti. Í veruleikanum um eina nýggja pallseting av flogbólti í Føroyum.
Fyri áleið tveimum árum síðani gjørdi FBF av at seta ein stjóra at standa fyri at byggja upp eina skrivstovu, sum kundi umsita økta virksemi og at ganga á odda í broytingartíðini. Hesi tvey árini hava landsliðini luttikið í størri altjóða kappingum, ein flogbóltsskúli er settur á stovn og allir dystirnir í Føroya Tele deildunum verða vístir í Televarpinum.
Beinir Kristiansen varð tá settur sum stjóri, og við tað, at Beinir hevur ynskt at steðga í starvinum, hevur Flogbóltssamband Føroya nú sett Ian Dam sum stjóra. Ian kemur at hava ábyrgdina fyri skrivstovuni og at hava dagligu ábyrgdina fyri at flyta flogbóltin fram eftir tí strategiætlan, sum er løgd.
Ian er 37 ára gamal og er kendur í føroyska flogbóltsheiminum. Ian hevur verið aktivur flogbóltsleikari alt sítt lív, og seinastu árini hevur hann sum venjari staðið fyri at byggja upp kvinnuliðið hjá Ternuni. Ian kemur úr starvi á Posta, og er útbúgvin sum speditør og hevur útbúgving innan marknaðarføring og virkismenning.
Ian byrjar í starvinum 1. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2023
Súkklaði teinin av Strondum inn á Skálabogn og aftur 13 sekund skjótari enn Magni Hansen
Tað styttist til Oyggjaleikir, tá føroysk ítróttarfólk skulu royna seg móti sterkastu ítróttarfólkum úr øðrum oyggjum. Eisini føroyskir súkklarar skulu royna seg. Nakrir av okkara sterkastu landsliðssúkklarum royndu seg mikukvøldið, tá Sersambandið fyri súkkling og triathlon, SST skipaði fyrstu av trimum FM kappingum í VEG súkkling, sum allar verða hesa vikuna.
Tað gekk væl hjá Jákup Petur Eliassen, Magna Hansen og Bergtór Thorsteinsson. Hesir skulu allir umboða Føroyar, og skuldu allir løttu fetini upp á sigurspallin í dag.
Mikukvøldið varð kappast í tíðarkoyring, og var tað Eysturoyggin, ið var karmur um kappingina.
Startur og mál var við Stranda Máling á Strondum. Súkklað var av Strondum og allan vegin inn á Skálabotn. Her bleiv vent við Effostøðina og so gekk leiðin aftur út á Strendur. Teinurin er 27 kilometrar.
Súkklarar eru glaðir fyri júst hendan teinin, og er hetta triðja árið á rað, at júst hesin teinur verður brúktur til FM kappingina í tíðarkoyring.
Spenningur var til síðsta sekund. Tað var sera javnt í oddinum, og tá teir skjótastu vendu við Effostøðina í Skálabotni vóru bert fá sekund millum Jákup Petur Eliassen og Magna Hansen. Jákup Petur átti munin, men munurin var lítil.
Tá kappast verður i tíðarkoyring fara súkklararnir avstað ein og ein. Ein minuttur er millum hvønn súkklara, og endaliga úrslitið sæst ikki fyrr enn allir súkklarar eru komnir á mál. Teir sterkastu byrja seinast, og tað ber tá nøkunlunda til at meta um munin, tá súkklarar til dømis hava vent.
Magni byrjaði ein minutt áðrenn Jákup Petur. Tað var torført at taka dagar ímillum tá hesir báðir høvdu vent. Jákup Petur átti munin, men hesin var ikki stórur.
Magni koyrdi alt hann átti undan Jákup Peturi, og Jákup Petur koyrdi alt hann átti, fyri at nærkast Magna. Báðir vildu vinna.
Tá hesir komu á mál, eftir 27 harðar og drúgvar kilometrar, var framvegis torført at siga hvør fór við sigrinum. Men Jákup Petur Eliassen átti munin og kann kalla seg føroyameistara í tíðarkoyring 2023. Magni Hansen var 14 sekund seinni á silvurplássinum, meðan Bergtór Thorsteinsson vann bronsu, ein minutt og 10 sekund eftir Jákup Petur.
Ein kvinna stillaði upp. Anida Johannsen kann tí somuleiðis kalla seg føroyameistara í tíðarkoyring 2023.
Nýggjar FM-kappingar leygardagin og sunnudagin
Í dag verður aftur kappast um føroyameistaraheitið í súkkling. Hesaferð í Landavegsúkkling. Tá byrja øll samstundis, og tá verður koyrdur ein teinur á 104 kilometrar.
Byrjað verður í Runavík. Súkklað verður inn eftir Skálafirði, millum Fjarða til Funningsfjørð og síðan til Funnings. Koyrt verður um Eiðisskarð, og so gongur leiðin suður gjøgnum Sundalagið. Málið er við bilasøluna Pf. Wenzel í Havn, men ístaðinfyri at koyra gjøgnum tunnilin, gongur leiðin drúva teinin eftir Oyggjarvegnum til Havnar.
Føroyameistarin 2023 í Landavegsúkkling skal finnast, men kappingin er samstundis ein motiónskapping.
Sunnudagin verður so kappast í býarkoyring. Tá verður ein styttri rundteinur súkklaður í 45 minuttir, fyri síðan at avgera meistaraheitið upp á tríggjar umgangir afturat.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2023
Mia Højgaard og Marin Danielsen vunnu gull í liðkapping í amboðsfimleiki í DM um vikuskiftið
Farna vikuskiftið luttóku Mia Højgaard, Ronja Johannesen, Anna Sofía B. Højsted og Marin Danielsen í DM í amboðsfimleiki fyri lið. Hóast tær búgva í Føroyum og dagliga venja við Havnar Fimleikafelag, kappaðust tær í DM fyri KG66. Tær luttóku í aldursbólkunum fyri juniorar og ungar juniorar.
Føroysku íðkararnir stóðu seg avbera væl. Mia Højgaard vann gull saman við liði sínum, sum luttók í aldursbolkinum fyri juniorar, og Ronja Johannesen og Anna Sofía B. Højsted vunnu silvur í sama bólki. Í aldursbólkinum fyri ungar juniorar vann Marin Danielsen gull. Sostatt eru tær allar fýra millum bestu fimleikararnar í ríkinum.
Venjari hjá teimum heima í Føroyum er Camelia Mihaela Mindricel.
(Mynd: Havnar Fimleikafelag)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2023
Leygarkvøldið var Fimleikagalla í Silo í Havn
Leygarkvøldið 10. juni var ársins Fimleikagalla í Silo í Havn, og í hesum sambandi vórðu ársins heiðrar latnir.
Yvirlit yvir, hvørji vórðu heiðrað í gjárkvøldið, sæst niðanfyri:
Ársins amboðsíðkari á mannfólkasíðuni: Vilhelm Seyer
Vilhelm Seyer, frá Fimleikafelagnum Ljósið, er Ársins amboðsíðkari hjá dreingjum/monnum. Hann hevur gjørt fimleik í nógv ár. Hann er áhaldandi og blívur við at gera framstig. Hann er ein umhugsin íðkari at hava á liðnum. Altíð klárur at hjálpa til við teimum yngru íðkarunum.
Ársins amboðsíðkari á kvinnusíðuni: Astrið Nanly Breckmann
Astirð Nanly Breckmann, frá Havnar fimleikafelag, er ársins amboðsíðkari hjá gentum/kvinnum. Ferð eftir ferð hevur Astrið prógvað, at hon er ein av dugnaligastu amboðsfimleikarunum í Norðurlondum. Hon leggur støðið fyri føroyskan amboðsfimleik frameftir, og úrslitini tala fyri seg.
Ársins venjari/venjaratoymi í estetiskum fimleiki: Lea Sundberg Eliasen og Gertrud Tórsdóttir, smágentur Norma
Lea Sundberg Eliasen og Gertrud Tórdóttir, venjarar hjá smágentunum Norma frá Ljósinum, eru ársins venjaratoymi í estetiskum fimleiki. Eldhugaðar, raskar og nærlagdar í venjingunum. Tær stremba altíð eftir at gera fimleikararnar betri, teimum eydnaðist at vinna greipuna við teirra liði í ár, og vit ivast ikki í at tær fara at menna nógvar ungar fimleikarar framyvir.
Vit eru heppin at hava tvær tílíkar eldsálir, bæði sum venjarar og sum ein stór hjálp í felagnum.
Ársins venjari/venjaratoymi á mannfólkasíðuni í amboð: Rúni Lamhauge
Rúni Lamhauge er ársins venjari á manssíðuni.
Fimleikafelagið Støkk hevur í ár havt tann heiður at hava føroyskan høvuðsvenjara, sum er Rúni Lamhauge.
Hann hevur, saman við sínum toymi, megnað at lyft tekniska støðið við áhaldandi at søkja sær kunnleika, frá professionellum venjarum uttanlands.
Í vár var toymið saman við fimleikarunum á venjarlegu í Íslandi. Har fingu tey nógvan íblástur, av tí at tey vandu saman við íslendskum fimleikarum á høgum støði.
Rúni stendur á odda fyri hvørjari venjing og megnar hann, saman við toyminum, at fáa eldhugaðar fimleikarar, sum við støðugari venjing betra sín fysiska form, og við tað at toymið samstarvar væl, mennast fimleikararnir bæði kropsliga og sálarliga.
Ársins venjari/venjaratoymi á kvinnusíðuni í amboð: Venjararnir í kappingarliðinum hjá Flog, Remi, Sólgerð og Anna
Venjararnir í kappingarliðinum hjá Flog, Remi, Sólgerð og Anna, eru ársins venjaratoymi hjá gentur/kvinnum. Uppá tvey ár hevur hetta toymið megnað at fáa góð úrslit; við trimum íðkarum á liðinum til FM, fingu tey eina gullmedalju og eina bronsumedalju við heim. Harafturat eru fleiri íðkarar sum hava klárað seg væl til góðkenningarnar, sum hava verið í ár.
Tey hava verið málrættað og megnað, at lyfta liðið uppá kappingarniveau og íðkararnir hava ment seg, bæði mentalt og fysiskt.
Nevndin er sera errin av hesum venjaratoyminum og vit hava góðar vónir um komandi kappingarár.
Ársins drakt: Smágentur Luna
Smágentur Luna úr Støkk vinna fyri ársins drakt. Henda draktin hevur ein serstakan ljósareyðan lit, ið veruliga skínur ígjøgnum. Draktin hóskar seg serstakliga væl til fimleikararnar á liðinum, og er sera hóskandi til teirra aldur.
Drakt og rørslur hóska væl saman og saman við festliga tónleikinum fellur alt í eina hægri eind.
Ársins stjørnuskot: Aleksandra Fríðudóttir
Aleksandra Fríðudóttir, frá fimleikafelagnum Støkk, er ársins stjørnuskot. Hon hevur tikið seg sera nógv fram hetta fimleikaárið. Hon hevur megna at flutt seg tvey stig upp í ár, og vunnið gull á bita og silvur í all round til FM. Hon hevur viljan, stílin og hjarta fyri fimleikinum. Hon gevst ikki fyrr enn hon hevur nátt sínum málum.
Við sínum flotta stíli, vilja at gerast betur og ágrýtni, kann hon koma sera langt í fimleikinum.
Ársins lið: Kvinnuunglingar Rósan
Kvinnuunglingarnir Rósan, frá Støkk, er ársins lið. Tær hava aftur í ár megnað at tikið seg fram. Við eldhugaðum venjarum og íðkarunum hava tær aftur í ár víst, at tær saman megna at lyfta støðið á estetiska fimleikinum í Føroyum.
Ársins seria: Gentur Svalan – Jenni Merra og Mira Syrjala eru koreografar
Gentur Svalan, frá fimleikafelagnum Støkk, vinna ársins seriu. Jenni og Mira hava gjørt seriuna hjá Svaluni, ið veruliga hóskar seg til íðkararnar á liðinum.
Koreografarnir handan seriuna hava megnað at rakt støðið á íðkarunum sera væl, soleiðis at tær á tann hátt fáa brúkt sínar dygdir til fulnar.
Ársins heiður
Felagsliðið hjá Fimleikafelagnum Støkk vinnur Ársins Heiður. Felagsliðið er eitt nýtt átak hjá Støkk, ið byrjaði tá hetta fimleikaárið fór av bakkastokki.
Liðið er fyri øll tey, ið dáma væl at gera fimleik, og sum ynskja fleiri fimleikaløtur, venjingar og upplivingar. Høvuðsendamálið við felagsliðnum er at økja um samanhaldið, trivnaðin og felagskensluna í felagnum. Fyri at luttaka á felagsliðnum er einasta krav, at tú longu ert íðkari ella venjari í Støkk og ert millum 12 og 100 ár.
Felagsliðið var sera væl móttikið og heili 65 støkkarar vóru partur av liðnum. Íðkararnir vóru ein góð blanding av kvinnum, monnum, gentum og dreingjum - bæði innan breidd og kappingarfimleik. Á henda hátt fingu vit samantvinna ymsu fimleikagreinarnar í felagnum. Liðið framførdi til árligu fimleikaframsýningina hjá Støkk í mars og tók lut sum gestalið í framsýningini hjá Flog. Eisini vóru øll á venjingarlegu í februar mánað. Støkk hevur lagt stóra orku í hetta nýggja átakið hjá felagnum, og hevur sera góðar vónir um at liðið fer at vaksa og økja áhugan at gera fimleik og styrkja bæði breiddar- og kappingarfimleikin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2023
Umleið 7.000 ítróttarfólk frá 190 londum skulu kappast í 26 ítróttargreinum teir níggju dagarnar, sum leikirnir vara
12. juni fór eitt ferðalag frá Parasport á flog við kósini settari móti Berlin at luttaka í heimsins størsta inklusiva ítróttartiltaki, Special Olympics World Games Berlin 2023.
Umleið 7.000 ítróttafólk frá 190 londum skulu kappast í 26 ítróttargreinum hesar 9 dagarnar sum leikirnir vara.
Special Olympics World Games er ikki einans ein ítróttakapping, men eisini ein stevna, ið gevur fólki við menningartarni innlit í mentan og livihátt hjá vertslandinum. Tí gekk leiðin fyrst til Wilhelmsdorf í Suðurtýsklandi, har ferðalagið var í tveir dagar og uppliva býin og umráðið kring Wilhelmsdorf.
Hósdagin gekk leiðin til Berlin har leikirnir verða hildnir.
Tey 12 Special Olympics ítróttarfólkini ið skulu luttaka í 6 ítróttargeinum, umboðandi Føroyar eru:
Øll hava tey vant miðvíst fram til leikirnar. Leikirnir byrja við einum braki av setan í dag, 17. juni. Kappingarnar verða 18.-24. juni, og kemur ferðalagið heimaftur til Føroyar 26. juni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald