Leygardagur 01. juli 2023 | Nr. 26 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 21
SíÐa 7
SíÐa 11
SíÐa 10
SíÐa 2
SíÐa 8
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Føroyar hava ligið við hondbóltsfepuri hesa seinastu vikuna.
Vit eiga eitt ungt ættarlið av hondbóltsspælarum, sum tora at seta sær stór mál, tá teir fóru til Týsklands at spæla um heimsmeistaraheitið í hondbólti fyri teirra árgang.
Bara tað at vinna sær luttøku til slíkt endaspæl er ein stórsigur í sær sjálvum. Men ungu menninir settu sær hægri mál – teir vildu spæla um sjálvt heimsmeistaraheitið, altso sleppa í finaluna.
Dreymarnir brustu, tá teir rendu seg ímóti sterkum serbum í fjórðingsfinaluni. Eftir at hava vunnið allar sínar dystir í innleiðandi bólkunum, kom ósigurin í fyrsta dystinum, har tað einans ráddi um at koma víðari í kappingini.
Føroysku dreingirnir megnaðu – leikandi lætt – at koma millum tey átta bestu í heiminum. Men royndin at vera millum tey fýra bestu miseydnaðist tíverri. Nú er dreymurin at gerast bestur av teimum næstbestu.
Og fyrsta avbjóðingin er Danmark í dag.
Gamaní er spenningurin ikki tann sami hesar seinastu dagarnar í kappingini. Tað er bert æran og háðanarrætturin eftir at spæla um. Hvørt Føroyar enda á fimta, sætta, sjeynda ella áttanda plássi er, tá samanum kemur, uttan serligan týdning.
Sjálvandi vóna vit, at liðið klárar seg væl, ikki minst í stór(ítrótta)politiska spælinum handan leiktjøldini, mótvegis olympisku nevndunum, sum ikki vilja viðurkenna Føroyar sum tjóð í ítróttahøpi, hóast vit hava havt okkara egna ítróttasamband í 84 ár og ongantíð hava mett okkum sum annað enn føroyingar í altjóða ítróttahøpi.
Tíverri er tað ikki ítróttin, sum er í hásæti, tá hesar avgerðir skulu takast á ítróttapolitisku skriviborðunum.
Men megnarúrslitini hjá føroysku hondbóltsdreingjunum – og øðrum, ið klára seg væl – verða sjálvandi brúkt til at sannføra gomlu menninar í olympisku nevndunum um, at tað ikki er rætt at fara soleiðis við okkum.
Tí høvdu sigrar á danir og síðan á antin kroatar ella portugisar sunnudagin komið væl við.
Hinvegin fær ein hug til at seta sær spurningin um tað er rætt til at leggja slíkt trýst á so ung ítróttafólk. Tað er einki at ivast í, at uppmerksemið, sum hetta liðið hevur fingið heimanífrá, upp á seg, er nógv størri enn hvat mótstøðuliðini hava upplivað. Ein U21 kapping gerst landstíðindi herheima, gøturnar eru manntómar, meðan dystirnir fara fram. Soleiðis er ikki, tá ungdómslandslið í øðrum londum spæla.
Sjálvir siga ungu menninir seg ikki vera ávirkaðar av trýstinum, men ein hevur hug at seta spurnartekn við um so er.
Spælið bara tykkara spæl, dreingir. Vísið hvør dugur er í tykkum, tí ongin av heimsins hondbóltstjóðum longur torir at taka ein sigur á Føroyum sum eina sjálvfylgju. Klára tit at spæla upp til egnar málsetningar, so er innsatsurin góðtikin. Og so gerst ikki við, um tit onkuntíð møta einum liði, sum tilvildarliga hevur ein betri dag enn tit. Nýggjar stórar avbjóðingar bíða eftir tykkum.
Framá Føroyar!
Nýggjasta fiskiskipið í flotanum setti mánadagin kós móti Føroyum
Nýggjasta skipið í føroyska flotanum, Emerald, setti mánadagin kós móti Føroyum. Ferðin verður drúgv úr Turkalandi.
Emerald er navnið á Føroya nýggjasta fiskiskipi, sum reiðaríið Havborg í Havn, hevur latið byggja í Turkalandi.
Talan er um ein tann framkomnasta trolaran av sínum slag, og skipið skal fiska rækjur umframt at tað eisini er útgjørt til at fiska botnfisk.
Emerald er við sínum 88 metrum í longd og 18 metrum í breidd, umframt at vera ein tann framkomnasti trolarin, eisini ein av teimum størstu av sínum slag.
Skipið kostar omanfyri 400 milliónir krónur, og hevur alla ta nýggjastu tøknina, sum finst til slík skip.
Skipið er nógv seinkað, men nú er tað loksins á veg til Føroyar.
Sum skilst skal skipið taka útgerð umborð í Danmark áðrenn skipið kemur til Føroyar. Eftir ætlan skal Emerald vera í Føroyum um hálvan juli.
Tað er norska fyritøkan Skipsteknisk, sum hevur sniðgivið skipið, og Emerald er bygdur á Tersan skipasmiðjuni í Turkalandi.
Sama felag hevur eisini sniðgivið nýggja Gadus, og sama skipasmiðja byggir eisini skipið, sum verður latið JFK í Klaksvík seinni í ár.
Nýggi Gadus er, eins og Emerald, útgjørdur til at fiska bæði rækjur og botnfisk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2023
Fyrsta kjarnorkurikna far, sum hevur vitjað føroyska havn
Mánadagin kom amerikanski herflotakavbáturin USS Delaware á Oyrareingir.
Hetta er fyrstu ferð, at ein kjarnorkurikin kavbátur hevur vitjað føroyska havn. Líknandi før hava annars ofta verið at sæð millum oyggjarnar hesa seinastu tíðina. Hetta hevur mest verið í sambandi við manningaskifti, har bátarnir hava støðgað stutt í Nólsoyarfirði fyri síðan at fara víðari á síni leið.
Hesaferð skuldi kavbáturin vitja til hósdagin í sambandi við almenna vitjan. Í hesum sambandi hevur eisini amerikanski sendiharrin til Keypmannahavnar, Alan Leventhal, verið á vitjan í Føroyum.
USS Delaware er kavbátur í Virginia-flokkinum. Talan er um ein álops-kavbát hjá amerikansku sjóverjuni. Kavbáturin er 115 metrar langur, 10 metrar breiður og stingur 9,8 metrar.
Motorurin er ein 210 MW S9G kjarnorkurektor. Hámarksferðin er 25 míl, og manningin kann, sambært wikipedia.org, telja upp í 134.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2023
Høgni Hoydal fegnast um verjusemjuna, sum kom undir land í Keypmannahavn mikudagin
Føroyar, Grønland og Danmark eru samd um eitt felags grundarlag um viðurskifti, sum viðvíkja Arktis og Norðuratlatshavi í sambandi við karmsemju um verjumál.
Tað skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið í sambandi við donsku verjusemjuna, ið kom undir land mikudagin.
- Trygdar- og verjumál hava høga raðfesting í landsstýrinum. Fyri at varðveita frið og støðufesti í Norðurhøvum, skulu Føroyar taka virknan lut í samstarvinum um verjumál og vera við í øllum tilgongdum, ætlanum og avgerðum, sum kunnu vera viðkomandi fyri trygd og verju um okkara leiðir. Tí fegnist eg um, at Føroyar, Danmark og Grønland eru samd um eitt yvirskipað felags grundarlag í sambandi við donsku karmsemjuna um verjumál.
- Eg vil eisini nýta høvi at takka Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharra, fyri gott samstarv seinastu tíðina, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, um felags grundarlagið, sum semja nú er um.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið vísir eisini á tey viðurskifti, sum Føroyar, Grønland og Danmark eru komin ásamt um í nýggju avtaluni:
- Eg fegnist um, at Føroyar, Grønland og Danmark eru vorðin samd um grundarlagið fyri viðurskiftunum, sum viðvíkja Arktis og Norðurhøvum í sambandi við donsku verjusemjuna. Hóttanarmyndin í Evropa er broytt, og tað ávirkar eisini trygdar- og verjupolitisku gongdina á norðurleiðunum. Tí er umráðandi, at Føroyar, Grønland og Danmark samstarva um okkara felags trygd. Eg gleði meg til víðari samstarv um ítøkilig mál og átøk í økinum, sigur Troels Lund Poulsen, virkandi verjumálaráðharri Danmarkar.
Troels Lund Poulsen, sum upprunaliga varð útnevndur býskaparmálaráðharri í aðru stjórnini hjá Mette Frederiksen eftir seinasta fólkatingsval.
Men tá formaðurin í Venstre, Jakob Ellemann-Jensen, fór í sjúkrafarloyvi fyrst í februar, tók Troels Lund Poulsen við sum virkandi verjumálaráðharri.
Roknað verður við, at Jakob Ellemann-Jensen tekur við aftur sum verjumálaráðharri eftir summarferiuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2023
Báðir føroysku fólkatingslimirnir eru partur av rammuavtaluni, ið røkkur tíggju ár fram í tíðina
Danska verjan fær 143 milliardir krónur afturat komandi tíggju árini, so at Danmark frá 2030 lýkur felags málinum í Nato um íløgur í verjuna.
Tað er høvuðsboðskapurin í stóru verjusamgonguni, ið varð gjørd millum 10 av teimum 12 flokkunum á Fólkatingi mikukvøldið.
Talan er um eina tíggju ára rammuavtalu, sum merkir, at fíggingin av verjuni er fastløgd hesi komandi tíggju árini, skrivar dr.dk.
Við í avtaluni eru SF, Danmarksdemokraterne, Liberal Alliance, tey konservativu, Radikale Venstre, Dansk Folkeparti og Nye Borgerlige.
Bert Enhedslisten og Alternativet eru ikki við. Tey vóru ikki bjóðað við til samráðingarnar tí tey frammanundan høvdu boðað frá, at tey ikki vóru samd í at økja útreiðslurnar til verjuna til tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, sum er felags Nato-málið.
Onki gjørt uttan um føroyskar myndugleikar
Eisini tey bæði føroysku fólkatingsumboðini eru við í verjuavtaluni.
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur hjá Javnaðarflokkinum, sigur í tíðindaskrivi , at endamálið hevur verið at savnað inn vitan um møguligar viðkomandi íløgur, sæð frá føroyskum sjónarmiði. Og at tryggja, at einki verður gjørt uttan um landsstýrið:
- Okkara lutur hevur verið at tryggja, at einki verður gjørt uttan um føroyskar myndugleikar. Og at landsstýrið aktivt er við at avgera, hvussu samstarvið um verjuna í okkara øki sær út. Vit hava havt nógvar fundir við serfrøðingar, myndugleikar og fyritøkur, sum hava servitan um hetta økið. Tað verið seg innanfyri sjó- og loftverju, gransking og tilbúgving og trygd á netinum. Og hendan vitanin er nú brúkt til at skapa eitt felags grundarlag fyri teimum samráðingum, sum verða um trygd og verju komandi árini.
Nýbrot í ríkisfelagsskapinum
Hin fólkatingslimurin, Anna Falkenberg, úr Sambandsflokkinum, skriva soleiðis í tíðindaskrivi.
Nýggja verjusemjan, ið danska stjórnin og landsstýrini í Føroyum og Grønlandi eru komin ásamt um, fer at hava stóran týdning fyri Føroyar.
Avtalan staðfestir, at Føroyar fara at gera sítt til, at trygdin í Norðurhøvum verður varðveitt, og at Føroyar fara at raðfesta tiltøk, sum stuðla uppundir átøkum hjá NATO, soleiðis at Arktis og Norðurhøv framvegis verða lágspenningsøki.
Gleðiligt er eisini, at raðfestingarnar hjá verjuni í og kring Føroyar, kunnu sameinast við sivilu tilbúgvingina og løgregluna.
- Hetta er ein søguligur dagur. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava føroyskir politikkarar verið við í viðgerðini um eina verjusemju. Verjumál er danskt málsøki, men nú hava vit gjørt okkara rødd galdandi, og tað er eitt nýbrot í ríkisfelagsskapinum. Enn eitt dømi um, at tað ber til at nútímansgera ríkisfelagsskapin, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2023
Joel undir Leitinum hevur sagt upp sum stjóri fyri Posta - skal í staðin vera stjóri í felagnum Globe Tracker
Almenna partafelagið Posta skal hava nýggjan stjóra. Felagið boðði í tíðindaskrivi hósdagin frá, at Joel undir Leitinum hevur boðað frá, at hann leggur frá sær sum stjóri eftir at hava røkt starvið síðan 2011.
- Vegna nevndina vil eg fegin takka Joel undir Leitinum fyri avrikið og tað ídnið, sum hann hevur víst í síni tíð á Posta. Broytingarleiðin, sum Posta hevur verið á seinastu mongu árini undir leiðsluni hjá Joel, hevur hilnast sera væl. Posta er í dag fult á støði við onnur postverk og flutningsfyritøkur í heiminum, sigur Joen Magnus Rasmussen, nevndarformaður á Posta.
- Tað hevur verið ein hendingarík tíð á Posta. Saman við starvsfólkum og leiðslutoyminum hava vit ment tænastur, tøkni og sum heild flutt felagið til eitt framúr flutningsfelag. Eg eri errin um tað felagið, eg fari frá. Tíðin er búgvin hjá mær at royna nýggjar leiðir, og eg havi tí tikið av øðrum avbjóðingum, sigur Joel undir Leitinum.
Nevndin boðar frá, at til nýggjur stjóri er settur, verður Jógvan Joensen, fíggjarleiðari, fyribils stjóri á Posta. Jógvan varð settur í starv sum fíggjarleiðari 1. februar 2023.
Verður stjóri í Globe Tracker
Stutt eftir, at tíðindini um at stjórin frá Posta leggur frá sær, bórust tíðindini um, hvat hann í staðin hevur í kvittanum.
Tað er felagið Globe Tracker, sum boðar frá, at Joel undir Leitinum er settur sum stjóri fyri Rich Meyers, sum hevur verið stjóri í felagnum hetta seinasta hálva annað árið.
Joel hevur verið partur av nevndini hjá Globe Tracker í fýra ár, har av tey síðstu tvey árini sum nevndarformaður.
- Eg eri sera spentur um nýggju avbjóðingina. Globe Tracker hevur havt stigvísan vøkstur seinastu árini, og felagið er í dag førandi á marknaðinum innanfyri veitan av útgerð og forrit til sporing, eftirlit og stýring av køli- og frystibingjum. Eg gleði meg at arbeiða saman við Rich og øllum toyminum, og eg ætli mær at føra Globe Tracker enn longur fram á leið, sigur Joel undir Leitinum í tíðindaskrivi frá Globe Tracker.
Tað starvast 48 fólk í Globe Tracker, harav 18 í Føroyum. Globe Tracker hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og í Sarasota í Florida, umframt smærri skrivstovur í Reykjavík, Rotterdam, Hamburg, Singapore og Peru. Útgerðin verður framleidd á verksmiðjum í Danmark og í Kina
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2023
Føroyska felagið Samherji og íslendska Framherji fara hvør til sítt
Føroysku partaeigararnir í Framherja hava keypt íslendska partaeigaran út, og samstundis keypa íslendingar tann føroyska partin í íslendska felagnum, Samherji hf.
Partarnir hava havt eitt gott og mennandi samstarv síðani 1994, men í sambandi við ættarliðsskifti í bæði Framherja og Samherja er semja gjørd um, at føroyingar yvirtaka partabrøvini, sum íslendingar áttu í Framherja, og føroyingar avhenda sín part í Samherja. Harvið er føroyski ognarluturin í Samherja seldur, meðan føroyingar hava keypt øll partabrøvini, ið Samherji átti í Framherja.
Avtalan umfatar eisini avhending av íslendska ognarpartinum í Pf. Faroe Origin. Tað merkir, at Framherji hevur keypt partabrøvini, sum Samherji átti í Faroe Origin.
Framherji við dótturfeløgum eigur og rekur uppsjóvarskipini ”Fagraberg” og ”Høgaberg” (í løtuni ”Gamli Jupiter”), frystitrolaran ”Akraberg”, og frystilínuskipini ”Jógvan I” og ”Stapan”.
Skipini hjá Faroe Origin eru partrolararnir ”Stelkur”, ”Bakur”, ”Heykur” og ”Falkur”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2023
Framtak hevði við ársenda 2022 partapening í og/ella hevði veitt lán til samanlagt 21 føroyskar fyritøkur. Framtak gjørdi nýggjar íløgur í trý feløg í 2022 og seldi sín partapening í fimm feløgum
Árið 2022 hilnaðist samanlagt væl fíggjarliga fyri Framtak, hóast grunnurin mátti staðfesta tap á summum økjum. Avkast á innistandandi í Landsbankanum var negativt við 3,2 milliónum krónum, men hóast hetta vísti roknskapurin ein vinning eftir skatt á 2,9 milliónir krónur, sum svarar til eitt eginpeningsavkast á 4,5 prosent.
Nevndin metir hetta úrslit verða nøktandi, havandi í huga avkastið í kapitalmarknaðunum fyri 2022 og tær avbjóðingar, vinnan hevur havt í árinum við høgari inflatión.
Eginognin í Framtak var 65,1 milliónir krónur við ársenda 2022, og fíggjarstøðan javnvigaði við 103,4 milliónum krónum.
Framtak ynskir framhaldandi ein virknan leiklut í føroyskum vinnulívi, bæði við at menna nýggjar verkætlanir eins og at styrkja innovativ feløg við góðum vakstrar-møguleikum.
Framtak hevur sum mál, at gera íløgur og veita lán fyri á leið 10 milliónir um árið við einum avkasti omanfyri 10 prosent.
Um Framtak
Framtak er ein sjálvstøðugur vinnurekandi grunnur, sum ger íløgur í bæði nýggjar fyritøkur og eldri fyritøkur, sum ganga nýggjar leiðir, víðka um ella umskipa virksemið. Eisini ger Framtak íløgur í einstakar verkætlanir. Talan skal verða um nýggjan kapital.
Framtak vil virka sum ígongdsetari og viðspælari hjá føroyskari vinnu. Málið er at vera við at byggja upp, og so selja, tá íløgan hevur givið nøktandi avkast.
Framtak kann tekna partapening og veita ábyrgdarlán.
Stjóri í Framtak er Ben Arabo. Í nevndini sita Christian Danielsen, formaður, Rúnar Reistrup, næstformaður, Kristine Ellingsgaard, Guðrið Højgaard og Marita Rasmussen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2023
Landsstýrismaðurin við lógarmálum hevur góðkent umbøn frá Tórshavnar kommunu um at skipa Hoyvík sum egið valstað og at niðurleggja valstaðið úti í Hesti. Hetta fer sambært Tórshavnar kommunu at minka um veljarafjøldina til valstaðið á Hálsi í Havn við umleið 25 prosentum
Landsstýrismaðurin við lógarmálum hevur góðkent umbøn frá Tórshavnar kommunu um at skipa Hoyvík sum egið valstað og at niðurleggja valstaðið úti í Hesti.
Tórshavnar kommuna hevur sent Løgmálaráðnum umbøn um loyvi at skipa Hoyvík sum egið valstað. Tórshavnar kommuna greiðir frá, at hetta fer at minka um veljarafjøldina til valstaðið á Hálsi í Havn við umleið 25 prosentum.
Hestur er í dag valstaður. Veljarar í Hesti og Koltri velja í Hesti. Tórshavnar kommuna hevur, á staðbundnum fundi við nevndina fyri Hest, avtalað at niðurleggja Hest sum valstað, soleiðis at fólkið í Hesti og Koltri frameftir velja í Tórshavn. Avtalað varð eisini, at Tórshavnar kommuna ístaðin bindur seg til at fara út í Hest tvær ferðir til brævatkvøðu. Fólk í Koltri søgdu seg heldur vilja atkvøða í Havn, tí tað er lættari enn at sigla út í Hest.
Fyrireikingararbeiðið er farið í gongd. Indenrigs- og Sundhedsministeriet er kunnað um ætlaðu broytingina og hevur svarað, at tey eisini fara at gera somu broyting, soleiðis at valstøðini í báðum lógumum – lóg um val til Løgtingið og lov om folketingsvalg på Færøerne – verða tey somu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2023
Sunnudagin 2. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni
Sunnudagin 2. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum.
Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma.
Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni er altíð fyrsta sunnudag í juli. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.
Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum. Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.
Tvey hava lætið lív síðan seinasta minningardag
Eftir fleiri ár við søguliga lágum deyðstølum í ferðsluni, harav tvey ár við ongari deyðsvanlukku, er rákið nú tíverri eitt annað. Í 2022 lótu tvey fólk lív í føroysku ferðsluni.
Í august andaðist ein 75 ára gamal maður, eftir at hann varð ákoyrdur við ein gonguteig á J. Paturssonar gøtu í Havn, og í november andaðist ein 19 ára gamal maður í bilvanlukku við Áir, tá bilur hansara rendi saman við mótkoyrandi bili.
Tvær deyðsvanlukkur í ferðsluni eru tvær ov nógvar. Tað er ein samfelagsligur missur, men nógvar ferðir meiri enn tað er tað ein menniskjaligur missur og vit hava samkenslu við teimum avvarandi.
Í alt eru 292 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum, síðani fyrsta ferðsluvanlukkan kravdi eitt mannalív í 1928.
Seinnu árini hevur verið alt longri millum álvarsligu ferðsluvanlukkurnar og talið á teimum, sum doyggja í ferðsluni og hetta er at fegnast um. Men talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða tykist ikki at vika seg. Í 2022 skrásetti politiið 33 ferðsluóhapp við fólkaskaða. Tey síðstu 10 árini hevur hetta talið ligið um 30-35. Um aldarskiftið var hetta talið annars tvífalt so stórt, men tað hendi ein stór broyting til tað betra, millum annað tá promillumarkið varð broytt. Men síðani hevur talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða verið á leið tað sama á hvørjum ári.
0-hugsjónin sigur tó, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni í Føroyum. Tí má annað og meira til, fyri at fáa talið á óhappum við fólkaskaða enn longur niður.
Í mong ár hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd víst á, tørvin á skaðakanning í Føroyum. Hetta fyri at fáa neyðuga vitan um álvarsligar ferðsluvanlukkur. Hví tær hendu og hvussu líknandi vanlukkur kunnu fyribyrgjast framyvir. Og ljósari tíðir tykjast vera fyri framman, tí nú verður skaðanevnd loksins sett í verk í Føroyum. Tað er ein virðiligur máti at læra av vanlukkuligu hendingunum, sum tykjast so óneyðugar og meiningsleysar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2023
Fyri bæði privat- og vinnukundar hækka inn- og útlánsrenturnar við upp til 0,25 prosentstigum. Broytingarnar koma í gildi 15. august
Í undanfarnu viku hækkaðu Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin enn einaferð leiðandi rentuna. Hesaferð er rentan hækkað við 0,25 prosentum.
Rentuhækkingarnar hava við sær, at Betri Banki eisini hækkar inn- og útlánsrenturnar.
Fyri bæði privat- og vinnukundar hækka inn- og útlánsrenturnar við upp til 0,25 prosentstigum.
Broytingarnar koma í gildi 15. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2023
Mælt verður til at sunnari tunnilsmunnin verður við Marmaskallará norðan fyri Haldórsvík. Hiðani er 2,5 kilometrar til Tjørnuvíkar
Tá tunnilstoymið hjá Landsverki er liðugt við at bora tunnilin til Dals, er ætlanin at senda tað norðurðureftir, og seta á komandi tunnilin til Tjørnuvíkar.
Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum, í skrivligum svari til Kim Durhuus, tingmann, ið hevur sett nakrar spurningar viðvíkjandi ætlaða tunnlinum til Tjørnuvíkar.
Dennis Holm greiðir í svarinum frá, at eitt sokallað jarðfrøðiligt kjarnuhol varð borað fyri 20 árum síðani fyri at kanna jarðfrøðina. Henda boring varð gjørt við Marmaskallará, norðan fyri Haldórsvík.
Í summar er ætlanin at gera eina slíka boring afturat í Tjørnuvík, soleiðis at báðar síður av tunlinum verða kannaðar.
Viðvíkjandi linjuføringini verður tosað um tveir møguleikar. Ein styttri tunnil uppá 1,36 kilometrar frá Brúnaskarði, og ein longri tunnilsloysn frá Marmaskallará. Báðar linjurnar koma út inni í dalinum í Tjørnuvík. Landsverk mælir til at velja ta longru loysnina, ið er ein umleið 2,5 kilometra langur tunnil, skrivar Dennis Holm í svarinum og leggur afturat:
- Hetta er serliga tí, at vegurin millum Marmaskallará og Brúnaskarð er vánaligur. Tað er so bratt niðurfyri á vegastrekkinum, at ivasamt er, um tað ber til at betra vegin, soleiðis at hann verður á nøktandi støði. Ætlanin er at fyrireika tunnilin til Tjørnuvíkar, so klárt er at byrja uppá hann, tá ið arbeiðið við Dalstunlinum er liðugt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2023
2019 er framvegis árið við flest ferðafólkum í Føroyum - okkurt bendir á, at tað helst verða fleiri í ár
456.590 fólk ferðaðust tilsamans til og úr Føroyum í fjør.
Hetta eru nógv, men tó ikki líka nógv sum í 2019, sum er tað árið higartil, har flest fólk hava ferðast til og úr Føroyum, nevniliga 472.877 fólk. Tað vísir ein uppgerð yvir ferðafólkaflutning, sum Hagstovan júst hevur almannakunngjørt.
401.618 fólk ferðaðust flogvegis og 54.972 sjóvegis.
Sum sæst á talvuni, so eru tølini fyri bæði 2019 og 2022 nær við at røkka hálvu milliónini. Spennandi er sjálvandi, um hetta tal verður rokkið í ár.
Okkurt bendir á, at tað kanska fer at eydnast, ella í hvussu so er koma enn tættari teimum 500.000.
Vága floghavn ger leypandi hagtøl fyri tey, ið ferðast umvegis flogvøllin. Tølini til og við mai vísa, at tað er ein lítil vøkstur í ferðafólkatalinum teir fyrstu fimm mánaðirnar í ár í mun til 2019 – tað hava ferðast 3.657 fólk fleiri higartil í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2023
Í sambandi við, at 60 ár eru liðin, síðan farið varð undir regluliga flogferðslu, bjóðar Vága Floghavn til hátíðarhald á Giljanesi í dag
Í sambandi við, at 60 ár nú eru liðin, síðan farið varð undir regluliga flogferðslu, bjóðar Vága Floghavn til hátíðarhald í dag, leygardagin 1. juli.
Hátíðarhaldið verður frá klokkan 10 til 14 í høllini á Giljanesi.
Á skránni verður forkunnug framsýning við eldri myndum, flogvallarúterð og -búnum at síggja. Eisini verður ein filmur um Vága Floghavn vístur.
Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, fer at hugleiða um ávirkanina, flogvøllurin hevur havt á nærumhvørvið.
Kaffi og køka og okkurt til børnini verður at fáa, skrivar Vága Floghavn í tíðindaskrivi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2023
Soleiðis sigur formaðurin í Pedagogfelagnum um starvsfólkatrotið á dagstovnaøkinum
- Um arbeiðsumstøðurnar og arbeiðsdagurin vórðu skipað øðrvísi, er sannlíkt at fleiri høvdu ynskt og fingið arbeitt ein hægri arbeiðsbrøk. Harvið minkar tørvurin á starvsfólkum, og harvið minkar starvsfólkatrotið, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.
Tað er serliga í juni og juli, at starvsfólkatrotið í dagstovnunum er stórt. Hetta sæst eisini aftur í starvslýsingunum, sum eru at síggja.
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, vísir á, at hetta serliga er talan um parttíðarstørv, sum vanliga eru áleið 30 tímar um vikuna. Og júst hetta er ein trupulleiki. Á heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum vísir formaðurin á, at hetta merkir, at inntøkan hjá viðkomandi er 25 prosent verri og harvið eisini eftirlønin.
- At arbeiðsgevarin kann liva við, at bert seta fólk í 75 prosent størv er mær ein gáta. Serliga tá hugsað verður um, at starvfólkatrot er nærum allastaðni. Harvið lækkar tænastustøðið. Tað sigur Jógvan Philbrow í greinini á heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum.
Formaðurin vísir á, at ein av størstu trupulleikunum er, at arbeiðsgevarar ikki megna at skipa ein gerandisdag á tann hátt, at fólk kunnu arbeiða fulla tíð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2023
Prógvhandan var í Norðurlandahúsinum síðsta fríggjadag. 153 fingu bachelorprógv, 27 masterprógv, sjey ph.d-prógv og 22 fingu prógv í hjánámi og øðrum
Hetta seinasta árið hava 209 kvinnur og menn staðið prógv frá Fróðskaparsetri Føroya. 153 hava fingið bachelorprógv, 27 masterprógv, sjey ph.d-prógv og 22 hava fingið prógv í hjánámi og øðrum.
Fríggjadagin var Norðurlandahúsið hátíðarligur karmur um ársins prógvhandan, og høllin har var stúgvandi full av nýútbúnum akademikarum og næstringum teirra.
Tá Martin Tvede Zachariasen, rektari, hevði boðið øllum vælkomnum, segði hann m.a.:
- Eg tori at lova tykkum, at tað ikki er torført hjá tykkum at fáa arbeiði við einum prógvi frá Fróðskaparsetrinum. Nærum øll útbúgvin á Setrinum eru í lestrarviðkomandi starvi ella eru farin undir víðari lestur. Á summum økjum mangla vit útbúgvið fólk í Føroyum, t.d. námsfrøðingar, sjúkrarøktafrøðingar og KT-frøðingar. Her kunnu tit fara beint frá seinastu próvtøkuni í fast starv. Á øðrum økjum kann tað taka eitt sindur longri at fáa fast starv, men brúk er fyri tykkum øllum!
Uppgerðin úr próvbókini á Setrinum vísir, at 42 nýggir námsfrøðingar eru útbúnir hetta seinasta árið, 34 sjúkrarøktarfrøðingar og 10 KT-verkfrøðingar, umframt øll hini mongu, sum nú eisini hava fingið universitetsprógv frá Náttúruvísindadeildini, Føroyamálsdeildini, Søgu- og samfelagsdeildini, Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og Námsvísindadeildini.
Á tiltakinum hildu Heðin Mortensen, borgarstjóri, Helma Maria Tróndheim, nýggjur ph.d-ari og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, røðu. Eisini spældu Sigmund V. P. Zacariassen og Karl Andrias Stórá, sum báðir lesa tónlist á Setrinum, tvey løg.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2023
Síðsta hósdag fingu seks skipsatstøðarar og níggju skiparar prógv
Hósdagin 22. juni var prógvhandan á Sjónámi í Klaksvík, har seks skipsatstøðarar og níggju skiparar fingu prógv.
Skipsatstøðarar
Fv: Bjarti Samson Vang, Poul Hammer, Ragnar Khaliqi, Ester Maria Fonsdal Mikkelsen, Jonatan Sjúrðason Kass, Ólavur Benjamin Martin Joensen.
Hesir kunnu eftir ávísa siglingartíð søkja vinnubræv sum fulltiknir skipsastsøðarar.
Virðislønir til skipsaststøðarar vóru latnar av Fiskimannafelagnum. Fyri besta úrslit fekk Bjarti Samson Vang ein Apple ipad, og fyri gott úrslit fekk Ólavur Benjamin Martin Joensen eitt Faroe Time lummaur.
Besti kammeratur, valdur av næmingum, gjørdist Ragnar Khaliqi, ið fekk ein Sailor kikara frá Sjónámi.
Skiparar
Ovara rað fv. Rói Dalsá Olsen, Fríði Magnusson Carlsson, Hildar Akursmørk, Eivindur D. Ó. Sørensen. Niðara rað fv. Sigmundur Annfinsson Ellingsgaard, Mortan Rasmussen, Birgir Poulsen, Daniel Eysturdal, Andru Poulsen
Fyri besta úrslit fekk Birgir Poulsen ein Mont Blanc fyllipenn frá Skipara & Navigatørfelagnum, og fyri gott úrslit fekk Hildar Akursmørk eitt ur frá Noroya Sparikassa.
Besti kammeratur, valdur av næmingum, gjørdist Mortan Rasmussen, ið fekk eina klokku við barometur frá Christian í Grótinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2023
Verða nú flutt til Suðuroyar har tey skulu vera í varðveitslu hjá Tvøroyrar Skjalasavni saman við øðrum søguligum fakfelagsskjølum
Nevndin í Føroya Fiskimannafelagi samtykti herfyri, at skjalagoymsla felagsins skal skrásetast og fáast í trygga varðveitslu. Skjalagoymslan er rúgvusmikil og hevur eitt søguligt virði, sum er ein partur av fakfelagssøguni og Føroya søgu.
Millum skjølini eru eisini tey allarelstu – tey eru frá 1910, árið fyri stovningarár felagsins. Allar gerðabøkurnar hjá Føroya Fiskimannafelagi eru til taks eins og hópur av avrokningum, manningarlistum og samskifti við limir, samstarvsfelagar og myndugleikar.
Higartil hevur skjalagoymslan verið í hølum uttan nakra brandtrygd.
Í vikuni skrivaðu formaður felagsins, Jan Højgaard, og Kári Jespersen frá Tvøroyrar Skjalasavni undir avtalu um, at Tvøroyrar Skjalasavn skal taka sær av skjølunum í framtíðini.
- Tað eru fleiri fyrimunir við hesum, men serliga ein er eyðsýndur, nú verða hesi skjøl varðveitt saman við fleiri øðrum fakfelagsskjølum, sum Tvøroyrar Skjalasavn hevur fingið frammanundan í sína goymslu, sigur Jan Højgaard.
- Sostatt kunnu vit vænta, at skjølini nú verða lættari atkomulig hjá granskarum, ið sjálvandi eru tey, sum hava størstan áhuga í júst slíkum skjølum”, legg formaðurin í Føroya Fiskimannafelagi afturat.
Sera nógv tilfar er longu flutt suður, og seinasti parturin fer avstað í næstu viku.
Við hesi avtalu er søgan hjá Føroya Fiskimannafelag savnað í einum tryggum stað og komin í kønar hendur, sum skráseta øll skjøl, soleiðis at fólk fáa lættari atgeingi og kunnu gera viðkomandi skjalarannsóknir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2023
Tað vísa úrslitini frá árligu sildakanningunum fyrr í vár
Minni er til av norðhavssild og svartkjafti í Norskahavinum í ár enn í fjør. Tað vísa úrslitini frá árligu sildakanningunum fyrr í vár, skrivar Havstovan.
Høvuðsniðurstøðan er, at vísitalið fyri sildastovnin nú er 4,1 milliónir tons, sum er ein minking á 8 prosent í mun til í fjør.
Vísitalið fyri norðhavssild í kanningunum norðanfyri 1996-2023. Seinastu 12 árini hevur vísitalið ligið rættuliga støðugt millum 4.1 og 5.9 mió. tons. Svørtu strikurnar vísa óvissuna av virðunum
Tað er framvegis 2016 árgangurin, ið er bulurin í vaksna stovninum, og er hann mettur at vera 57 prosent av sildastovninum. Tann vaksna sildin stóð norðan fyri Føroyar, eystan fyri Ísland og í altjóða sjógvi.
Útbreiðslan av norðhavssild í kanningunum í mai 2023.
Nøgdin av svartkjafti í kannaða økinum er í ár mett at vera 0,96 milliónir tons, sum er ein minking á 36 prossent í mun til í fjør. Nógv mest var at síggja av eitt til trý ára gomlum svartkjafti. Útbreiðslan líkist útbreiðsluni síðstu árini, har svartkjafturin serliga heldur til eystarlaga í Norskahavinum og beint norðan fyri Føroyar.
Kanningin varð skipað sum felagskanning, og londini, sum luttóku, vóru Bretland, Danmark, Føroyar, Ísland og Noreg.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2023
Eiði kommuna skal velja annan borgarstjóra tað, sum er eftir av hesum valskeiðinum
Rógvi Egilstoft takkar nú fyri seg sum borgarstjóri í Eiðis kommunu. 1. februar fór sandavágsmaðurin og kendi ítróttamaðurin innan bæði fótbólt og talv í barsilsfarloyvi, men nú boðar hann frá, at hann ikki tekur við aftur borgarstjórastarvinum.
Meðan Rógvi Egilstoft hevur verið í barsilsfarloyvi, hevur Annsy Høghamar verið virkandi borgarstjóri.
Heimasíðan hjá Eiðis kommunu endurgav týsdagin eina heilsan frá Rógva Egilstoft har hann eisini grundgevur fyri síni avgerð:
- Eftir at hava verið í barsil í eina tíð, havi eg hugsað nógv um, hvussu eg skal gera síðsta hálvtannað árið av borgarstjórasetanini. Privat viðurskifti gera, at eg verði nógv uttanlands hesa tíðina. Hetta, og onnur viðskifti gera, at eg ikki klári at røkja starvið, so væl, sum starvið hevur uppiborið, skrivar hann millum annað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2023
Týsdagin var hátíðarløta á ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn, har íraelski sendiharrin útnevndi Svenning av Lofti til heiðurskonsul
Á hátíðarløtu á ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn týsdagin útnevndi ísraelski sendiharrin í Danmark, David Akov, Svenning av Lofti til heiðurskonsul Ísraels í Føroyum.
Hetta er fyrstu ferð, at ísraelska sendistovan útnevnir ein heiðurskonsul.
Svenning hevur skipað fyri ferðum og verið ferðaleiðari hjá føroyingum á ísraelsferðum síðani 1977, og hevur hann ferðast hagar umleið fimmti ferðir. Í mai 2007 varð Svenning heiðraður av ísraelska ferðamálaráðnum, fyri tá at hava ferðast við føroyingum til Ísraels í 30 ár.
Svenning var eisini við til at stovna Vinafelagið Føroyar Ísrael, har hann í fleiri ár var nevndarlimur og formaður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2023
Føroya Politi fær av og á fráboðanir um hóttanir á netinum
Føroya Politi og Dátueftirlitið uppliva tíðum, at tónin á netinum er í so harður og atburðurin í so ljótur.
Fyri at fyribyrgja lógarbrot og sum fortalarar fyri góðum atburði og góða tónanum á netinum, vilja Føroya Politi og Dátueftirlitið minna á, at tað er týdningarmikið at hava fyrilit fyri øðrum og vísa sama góða atburð á netinum, sum vit leggja okkum eftir í vanliga lívinum.
Føroya Politi fær av og á fráboðanir um hóttanir á netinum og vil minna borgarar á at vanda sær um málið og ikki at missa tamarhaldið, tá ið sitið verður við skíggjan.
Á Dátueftirlitinum koma javnan fráboðanir frá borgarum, ið kenna seg útstillaðar ella ærumeiddar vegna óynsktar myndir á netinum.
Føroya Politi og Dátueftirlitið vilja við hesum minna á, at dátuverndarlóg og revsilóg eru eisini galdandi, tá tú ferðast á netinum. Vit heita á øll um at hava ein góðan og siðiligan atburð - eisini á netinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2023
Tilsamans vórðu 57 umsóknir latnar inn, og seks miðlar fingu stuðul til tilsamans 14 verkætlanir
Miðlastuðulsnevndin hevur á fundi 20. juni tikið endaliga avgerð um at játta seks miðlum stuðul til 14 miðlaverkætlanir í 2023.
Tilsamans vórðu 57 umsóknir latnar inn.
Umsóknirnar eru mettar út frá journalistiskari dygd og samfelagsligum virði. Bara miðlar, ið hava ein ábyrgdarhavandi redaktør, og sum fevna um eitt breitt evnisøki og hava ein regluligan tíðindastreym, kunnu søkja um miðlastuðul.
Miðlastuðulsnevndin hevur ítøkiliga lagt dent á trý parametur í viðgerðini: Innihald/hugskot, kostnað og útbúgving/royndir hjá viðkomandi journalisti ella toymi. Grundað á hesi viðurskifti og endamálið við miðlastuðulslógini annars, hevur nevndin gjørt eina heildarmeting av øllum innkomnu umsóknunum.
Mannagongdin er tann, at helvtin av upphæddini, sum er játtað, verður útgoldin í sambandi við játtanina, meðan hin helvtin verður rindað, tá ið framleiðslan er liðug.
2 milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini fyri 2023. 70 prosent av hesum, tað er 1,4 milliónir krónur, eru oyramerktar til miðlastuðul til verkætlanir.
600.000 krónur eru oyramerktar til skjalprógvaðar lønarútreiðslur fyri undanfarna roknskaparár. Freistin fyri at søkja miðlastuðul til rakstur er 22. august.
Hesar verkætlanir hava fingið stuðul í 2023:
Sosialurin: Vitjan á smáplássum, 200.000 krónur
Sosialurin: Ummæli av bókmentum v.m., 103.000 krónur
Sosialurin: Oyggjaleikir 2023, 70.200 krónur
Sosialurin: Hvussu hava barnafamiljurnar tað í Føroyum, 79.200 krónur
Portal.fo: Føroyar á grønum vegamóti, 115.000 krónur
Sosialurin: Flóttafólk, 66.000 krónur
Spf. 01.01.14 (miðlar.fo): Poddvarp um virðisøking, 89.761,54 krónur
Spf. 01.01.14 (miðlar.fo): Føroysk framleiðsla, 48.000 krónur
Eysturoyarportalurin: Politiska sannføringin í Eysturoy, 130.000 krónur
Dimmalætting: Hvørja pensjón skal eg velja, 50.000 krónur
Dimmalætting: Michel, 150.000 krónur
Sosialurin: Ung og miðlar, 71.500 krónur
Sosialurin: Berlin, 77.000 krónur
Blue Faroe Islands: Kvinnur í Sjóvinnuni, 150.000 krónur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2023
Umframt friðin og vakra umhvørvið kunnu fólk í hesum døgum eisini upplivað eitt svanapar við unga á vatninum
Ung fólk í Hvalba arbeiða í løtuni við at bøta um gøtuna kring hugnaliga Heygsvatn skamt frá bygdini út móti Fiskieiðinum.
Tað eru nú nøkur ár síðani, at júst ung í arbeiði gjørdu gøtuna, og síðani hava tey einaferð áður bøtt um hana, ella ‘triva um hana’, sum tey skriva á heimasíðuna hjá kommununi. Nú trongdi gøtan so aftur til ábøtur.
Gøtan verður nógv brúkt av fólki at ganga túr og njóta náttúruna og friðin runt vatnið.
Eitt annað áhugavert á Heygsvatni í hesum døgum er, at eitt svanapar við einum unga heldur til á vatninum. Hetta er fyrsti svanaungi, sum fólk vita um í Suðuroynni.
(Myndir: Hvalbiar kommuna)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2023
Luttakararnir á skeiðnum koma úr Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Tey verða her í næstan fýra vikur
Aftur í ár skipar Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya fyri norðurlendskum summarskeiði í føroyskum máli, kallað Nordkurs
Luttakararnir á skeiðnum eru 18 í tali og koma úr Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Tey verða her í næstan fýra vikur.
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi kunnleika um føroyskt mál og á tann hátt gera tey før fyri at skilja føroyskt og kunna orða seg á føroyskum.
Eisini er undirvísing í mállæru og framburði, og ymsir fyrilestrar við viðkomandi evnum eru somuleiðis á skránni. Í ár eru fyrilestrar um føroyskar bókmentir, kvæði, málpolitikk, máltøkni, purismu og um enska ávirkan á føroyskt mál. Hesir fyrilestrar gera luttakararnar førar fyri at seta føroyska málið í ein størri norðurlendskan samanhang.
Sum part av hesum málskeiði fara skeiðsluttakararnir útferðir runt landið, har tey sleppa at royna sínar førleikar og uppliva føroyska mentan og náttúru.
Skeiðið verður hildið á Føroyamálsdeildini í samstarvi við felagsskapin Nordkurs. Hesin felagsskapur skipar fyri málskeiðum í øllum Norðurlondum, og virkar fyri at stuðla samstarvi millum Norðurlond við at styrkja mál- og mentanarfatan landanna millum. Nordkurs er fíggjað av Norðurlendska ráðharraráðnum.
Undirvísarar á skeiðnum eru Lena Reinert og Uni Johannesen. Skeiðsábyrgdari og samskipari er Iben Nyholm Debess.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2023
Farna fríggjamorgun var hugnaløta á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu
Farna fríggjamorgun var hugnaløta á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu, tá fimm starsvfólk, sum hava rundir starvsdagar, vórðu heiðrað.
Heðin Mortensen, borgarstjórin helt røðu fyri hvørjum einstøkum starvsfólki og handaði teimum eina gávu, skrivar Tórshavnar kommuna.
Borgarstjórin segði m.a., at tað er onki sum gleðir ein borgarstjóra meira enn trúgv starvsfólk við longum áramáli í starvinum, tí tað kann bara benda á góðan trivnað, og at starvsfólkini, eftir øllum at døma, eru og hava verið góð við tykkara arbeiði og arbeiðspláss.
Heðin Mortensen vísti á, at tað hevur alstóran týdning, at barna- og ungdómsøkið hevur starvsfólk við drúgvum royndum. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og sum hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.
At endað takkaði borgarstjórin starvsfólkunum fyri teirra stóra íkast og drúgvu tænastu fyri børnini og foreldrini í kommununi.
Starvsfólkini, sum vórðu heiðrað, eru hesi:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2023
Talan er um ávikavist fyrstalærara í Hósvíkar skúla og einalærara í Haraldssunds skúla. Natalia R. Lydersen og Hansa M. Glerfoss byrja báðar í starvinum 1. august
Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, setti í farnu viku tvey tíðaravmarkað leiðslustørv í fólkaskúlanum. Talan er um ávikavist fyrstalærara í Hósvíkar skúla og einalærara í Haraldssunds skúla.
Í Hósvíkar skúla er Natalia R. Lydersen sett fyri komandi skúlaár. Hon er 33 ára gomul, og tók læraraprógv á UCN í Aalborg í 2016, umframt at hava tikið onnur viðkomandi skeið. Natalia R. Lydersen hevur starvast sum lærari eftir loknan lestur, og hetta síðsta hálva árið hevur hon starvast sum lærari í parttíðar starvi í Hósvíkar skúla.
Hansa M. Glerfoss
Í Haraldssunds skúla er Hansa M. Glerfoss sett fyri komandi tvey skúlaárini. Hansa M. Glerfoss er 48 ára gomul og tók læraraprógv í 2013, umframt m.a. at hava lokið námsfrøðiliga leiðsluútbúgving.
Hon hevur síðstu tvey árini starvast sum einalærari í Oyndarfjarðar skúla.
Báðar byrja tann 1. august 2023.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2023
Nýggja bryggjaríið í Havn er komið við eini gulløl av góða gamla slagnum
Síðani bryggjaríið OY á Hálsi í Havn byrjaði at bryggja fyri gott einum ári síðani, eru fleiri spennandi øl, sum hava lagt seg eftir at nøkta kræsna góman, komnar á marknaðin.
Men ikki fyrr enn nú er ein vanlig gulløl at fáa frá OY.
Í vikuni varð møguligt at keypa Gullregn í Sjoppini hjá OY á Hálsi, í Rúsunum kring landið og úr kranum á skeinkistøðum, boðar bryggjaríið frá í tíðindaskrivi.
- Gullregn er ein sokallað ‘golden lager’. Vit hava lagt okkum eftir at bryggja eina vanliga gulløl, sum føroyingum dámar. Talan er um eina øl, sum hevur ein reinan smakk og ikki er ov beisk, hevur tvey sløg av humlu, er silkimjúk og er rund og bleyt, sigur Alesandro Ersettigh, bryggjari á OY.
Gullregn er ikki fyri børn
Gullregn er eitt vakurt træ sum veksur væl í Føroyum. Eyðkendu gulldroparnir, sum hanga niður úr trænum, eru hugtakandi vakrir. Men tey, sum eru vaksin upp við gullregni í garðinum, vita, at blóman kann vera vandamikil fyri børn, tí eitt sindur av eitri er í plantunum. Tí verður ofta sagt, at man ikki skal stilla seg undir gullregnið. Gullrúsur skal njótast undir skipaðum umstøðum.
Gullølin frá OY er heldur ikki fyri børn, men hon er til øll vaksin. Ølin egnar seg væl til festivalar og stevnur, men kann sjálvandi njótast alt árið, skrivar bryggjaríið í tíðindaskrivi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2023
Nú í hægstu kappróðrartíð hava Sandavágs Bygdarsavn/Sandavágs Fornminnafelag tikið eitt heldur óvanligt stig, nevniliga at smíða bát á Steig í Sandavági – hetta fyri at vísa fólki, hvussu føroyski báturin verður smíðaður
Frá 1. juli til 15. september verður bátur smíðaður á Steig í Sandavági. Tó verður steðgur í eina viku um ólavsøkumundið. Smíðað verður á fløtuni millum húsini hjá Hergeiri Christiansen og húsini hjá Sandavágs Bygdarsavni/Suðuroyar-Dánjal.
Har plagdi Einar Hentze, bátasmiður, at smíða bátar.
Ætlanin við hesum bæði sjáldsama og spennandi tiltakinum er, at fólk skulu síggja, hvussu bátur varð smíðaður.
Fyrireikararnir av tiltakinum siga, at bátasmíð er gamalt føroyskt handverk og gomul mentan, sum vit eiga at varðveita. Báturin hevði og hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Hann varð mest nýttur til útróður, eisini varð hann nýttur til grindarakstur og grindadráp, nótakast, kópaveiðu og fuglaveiðu, at føra fólk, torv, seyð og hoyggj, at fiska gággur og annað.
Terji R. Jakobsen, bátasmiður í Kollafirði, fer at smíða bátin. Hann er dugnaligur bátasmiður, hevur smíðað 50 bátar. Greitt verður frá, meðan smíðað verður, so at fólk fáa at vita, hvussu bátur verður smíðaður.
Sandavágs Bygdarsavn/Sandavágs Fornminnafelag skipar fyri verkætlanini, sum byrjar við almennari móttøku í Sandavági í morgin, sunnudagin, kl. 16. Upprunaliga var ætlanin at tiltakið skuldi vera í dag, men fyrireikararnir hava tikið avgerð um at útseta tað til í morgin.
Á tiltakinum fer Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, at hugleiða um føroyska róðrarbátin, Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum fer at greiða frá um føroyska bátin á UNESCO listanum og Heini F. Petersen, fyrireikari og rithøvundur, fer at greiða frá um bátasmíð í Sandavági.
Eisini verður felagssangur og eisini fer Sámal Ravnsfjall at framføra nøkur løg.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2023
Gró Studios fær mest - 350.000 krónur til filmsrøðina "Tinganes"
Í næstum fáa átta føroyskar filmsverkætlanir stívliga eina millión krónur í stuðuli frá Tórshavnar kommunu.
Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu síni, at í vár fingu filmsfólk møguleika at søkja um stuðul úr nýggjari stuðulsskipan upp á eina millión krónur, ið er oyramerkt filmsvinnu í høvuðsstaðnum.
Heilar 24 umsóknir komu inn, og ein tilmælandi bólkur hevur viðgjørt umsóknirnar og gjørt tilmæli um, at átta av innkomnu filmsverkætlanunum skulu stuðlast í hesum umfarinum.
Tórshavnar kommuna ynskir við skipanini at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum.
Framleiðslan av livandi myndum er størri enn nakrantíð. Eftirspurningurin og marknaðurin eru í vøkstri, og framleiðsla av filmi, sjónvarpsrøðum og øðrum visuellum innihaldi er ein týðandi vinnugrein í nógvum londum. Tórshavnar kommuna ynskir at menna hesa vinnugrein í høvuðsstaðnum.
Livandi myndir á føroyskum eru harumframt við til at styrkja okkara móðurmál og mentan. Við Klippfisk hevur kommunan slóðað vegin, og við stuðulsupphæddini til føroyska filmsvinnu verður farið eitt fet longur.
Vinnunevndin og fíggjarnevndin hava tikið undir við tilmælinum um stuðul í hesum umfarinum, og allir umsøkjarar hava fingið svar.
Tær átta verkætlanir, sum fáa stuðul eru:
Ætlanin er, at nýtt umsóknarumfar verður fyrsti í komandi ári.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2023
Nú eru trý ár liðin av fimm ára avtaluni millum BankNordik og Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið um stuðul til keyp av føroyskari samtíðarlist, og hesi árini hevur savnið ognað sær 32 listaverk frá átta listafólkum, sum tey ikki frammanundan áttu í savninum
Í juni mánaði 2023 ognaði BankNordik-savnið sær seks nýggj listaverk eftir Silju Strøm. Tað skrivar BankNordik-savnið í tíðindaskrivi.
– Nú eru trý ár liðin av fimm ára avtaluni millum BankNordik og Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið um stuðul til keyp av føroyskari samtíðarlist. Við stuðlinum, 450.000 krónur hesi árini, hava vit ognað okkum 32 listaverk frá átta listafólkum, sum vit ikki frammanundan eiga í okkara savni. BankNordik eigur stóra tøkk fyri stuðulin til føroyska nútíðarlist, skrivar BankNordik-savnið.
Silja Strøm er fødd 16. januar 1987 í Keypmannahavn, og er uppvaksin í Vestmanna. Hon hevur nomið sær útbúgving í Skotlandi frá The Glasgow School of Art 2007-2011, BA Hons Fine Art (Painting and Printmaking) og á The Academy of Fine Art, í Wien í Eysturríki 2009-2010.
Hon býr og arbeiðir í London, men vitjar javnan heim til Føroya, har hon arbeiðir og hevur sersýningar. Hon hevur havt fleiri framsýningar bæði úti og heima og hevur verið við til at listprýða nýggju løgreglustøðina í Tórshavn saman við listamanninum Anker Mortensen.
Silja Strøm gongur nýggjar listaligar leiðir eins og fleiri av teimum ungu listafólkunum í Føroyum. Stílurin hjá henni er bæði abstraktur og figurativur, og hon nýtir nógv kroppin sum myndevni, har hon lýsir og viðger viðurskifti millum menniskju, umhvørvi, lutir og annað, sum er rundanum okkum.
Heitini á listaverkunum hjá Silju Strøm hava í sær eina søgu. Onkur teirra vísa til, hvat gongur fyri seg á myndunum á ein neutralan hátt, meðan onnur heiti eru poetisk orðað og hava onkursvegna skaldsligan dám. Í listaverkunum verða soleiðis søgur fortaldar bæði við heitinum og í sjálvari myndini. So tað fer fram ein ørgrynna av hendingum í myndunum.
Listaverkini hjá Silju Strøm eru ljós og hava ein dám av lættleika, sum pastelllitirnir eisini stuðla undir. Litirnir liggja í fleiri løgum og eru tíðum gjøgnumskygdir og skapa rúmd í myndunum. Úrslitið er í stóran mun eitt ljóst ævintýrikent huglag í myndunum, sum avspegla lívsgleði og vón.
Listin hjá Silju Strøm er áhugaverd, men øðrvísi. Tað krevur tol og umhugsni hjá áskoðaranum at sundurskilja og fata, hvat veruliga gongur fyri seg í myndunum; hvat søgurnar hjá Silju Strøm fortelja. Ein spennandi ferð inn í listina hjá einum listafólki, skrivar BankNordik-savnið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2023
Sýnir fram verk eftir listafólkum, ið hava arbeitt á verkstaðnum hetta farna árið
Ársins siðbundna summarframsýning í Steinprenti á Skálatrøð í Havn, fevnir sum vant um dygdargóðu listafólkini, ið hava arbeitt prentverkstaðinum hetta farna árið.
Úr ymsum hornum í norðanlondum og her heima, hava vit fingið vitjan, ið hevur borið við sær nýggj sjónarmið, íblástur og ikki minst stimbrandi eldhugan hjá listafólkunum, , sum ger verkstaðin til eitt livandi arbeiðsumhvørvi.
Millum hesi listafólk er Anna Seppälä úr Finnlandi, sum síðan 1998 á ymsan hátt, hevur ríkað føroyska listapallin við litfagra og ekspressiva blómuheimi sínum.
Dansk/norska Nina Kleivan vitjaði fyri fyrstu ferð á Steinprenti, og legði fyri eitt spennandi nýtt samstarv og tær avbjóðingar, ið fylgja við.
Eisini Julie Sass hevur í mong ár eftirhondini gjørt seg sjónligan í Føroyum, har hon fleiri ferð er vend aftur at framsýna í Steinprenti, á Listasavn Føroya og nýligani í Víngarðinum.
Hanni Bjartalíð
Hanni Bjartalíð, ið herfyri fekk trý ára starvsløn úr Mentanargrunni Landsins, fyri síni framúrskarandi listarligu avrik, er komin við nýggjum træðrelieffum úr Helsinki, har hann er búsettur.
Matstovan ROKS, ið lat upp fyrraárið, varð prýdd frá loft til kjallara við verkum eftir Tóroddi Poulsen. Í hesum sambandi hevur hann seinastu tíðina gjørt eina røð av steinprentum, í tráð við hetta konseptið.
Fríða Matras Brekku, ið var við til at seta smiðjuna á stovn í sínari tíð, og Louise Aakerman Nielsen, sum eisini arbeiðir í Steinprenti, eru báðar grafikarar, við drúgvum royndum innan ymsar arbeiðsháttir.
Við á framsýningini eru eisini nýggj steinprent hjá Rannvá Kunoy, ein listakvinna ið alvorliga hevur gjørt vart við seg í altjóða listaheiminum. Undurfulla litevni hon nýtir til málningar sínar, hava vit í fleiri ár gjørt royndir við í litografsku mannagongdini, hvørs fyrstu úrslit nú eru at síggja.
Framsýningin er at síggja bæði í framsýningarhølinum og í steinprentsmiðjuni.
Tóroddur Poulsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2023
Sunnukvøldið verður árliga summarkonsertin hjá Gøtu Kirkju Ungdómskóri í Gøtu Kirkju
Sunnukvøldið 2. juli hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór sína árligu summarkonsert í Gøtu kirkju.
– Skráin í ár er sera fjølbroytt og krevjandi, men vit halda eisini at hon er sera áhugaverd, skrivar kórið.
Seinni í juli mánaði, sum fyrsta føroyska kórið, skal Gøtu Kirkju Ungdómskór luttaka í meistarabólkinum á OL fyri kór í Suðurkorea - nevnt WCG 2023 (World Choir Games 2023). Til summarkonsertina fer kórið tí at framføra tað, sum tey taka við sær til Suðurkorea.
Konsertin, sum verður klokkan 19.30, er ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2023
Arbeiðið í Havnará ger, at Tórsfest, sum er gamla ólavsøkukonsertin, flytur oman í Vágsbotn. Konsertdagurin verður 22. juli
Orsakað av arbeiðnum í Havnará, verður Tórsfest í ár flutt oman á Vágsbotn. Hetta er eingin smeitur, tí eftir eitt sera væl eydnað og útselt Voxbotn 2023, liggur væl fyri, at endurtaka systra-tiltakið.
Tórsfest er gamla Ólavsøkukonsertin, sum fyrstu ferð varð fyriskipað úti á Skansanum í 1986. Síðan 2012 hevur Tórshavnar Ítróttarráð fyriskipað Ólavsøkukonsertina, og í 2014 broytti konsertin navn til Tórsfest, og flutti samstundis á Vaglið í Havn.
Skráin er á tremur við góðum tónleikarum, heimstjørnum og lokalum stjørnum, og fyrireikarirnir eru sera spentir til at skapa eina rimmar veitslu og tónleikauppliving, síðsta leygarkvøldið fyri ólavsøku, 22. juli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2023
Kláraði ikki trýstið á ferðini niður móti vrakinum av Titanic
Stórir partar av lítla kavbátinum Titan, sum hvarv undir einum kavi niður á vrakið av Titanic herfyri, eru nú bjargaðir. Tað verður mett, at Titan imploderaði, altso eksploderaði inneftir orsaka av trýstinum í d+ypinum.
Mikudagin vórðu vraklutir lossaðir upp á land í St. John í Newfoundlandi av skipinum Horizon Arctic.
Eftir at hava kanna vraklutirnar er staðfest, at har eisini eru “restir av fólkum” við, verður sagt í eini fráboðan frá amerikansku sjóverjuni. Nú skulu amerikanskir læknar kanna restirnar.
Hóast tað verður hildið, at Titan imploderaði, so kunnu lutirnir geva eitt innlit í, hvat tað var, sum hendi, tá teir fimm persónarnir umborð doyðu.
Nógv er eftir at kanna áðrenn staðfestast kann hvat orsøkin var til vanlukkuna og hvat gerast kann fyri at slíkt ikki skal henda aftur, sigur Jason Neubauer, skipari hjá amerikansku sjóverjuni.
Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, verður við, nú vraklutirnir verða kannaðir.
Menninir, sum sjólótust við Titan eru, ovast frá vinstru: Paul-Henri Nargeolet, Stockton Rush og Hamish Harding, og niðjast feðgarnir Suleman Dawood og Shahzada Dawood
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2023
Framvegis er ætlanin at fyrsta útskjótingin úr Hetlandi skal vera í heyst
Tað verður í 2024, at fyrsta útskjótingin av eini Pathfinder-rakett hjá Lockheed Martin og ABL verður send út frá Unst í Hetlandi.
Tað boðaði SaxaVord Spaceport í Hetlandi frá í síðstu viku. Harvið verður útsendingin útskotin enn einaferð. Upprunaliga varð tosað um, at útskjótingin kundi fara fram longu í 2022.
Tað var í 2020, at Lockheed Martin boðaði frá, at tey fóru at brúka Unst í Hetlandi sum útskjótingarstøð ístaðin fyri Sutherland í Skotlandi.
Men hóast henda útsendingin nú er seinkað, so ávirkar tað ikki hinar ætlanirnar fyri í ár. Tað er framvegis ætlanin, at fyrsta rakettútskjótingin skal henda seinni í ár.
Tað verður ein sokallað 'suborbital' útsending – altso ein rakett, sum ikki verður skotin út í ringrás um jørðina, eins og ætlanin er við Pathfinder-verkætlanini, men um eina, sum ikki fer so langt út, skrivar Shetnews.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2023
Nýggjar útrokningar vísa, at stóra verkætlanin at byggja eina orkuoyggj í Norðsjónum fer at kosta danska statinum omanfyri 50 milliardir krónur. Í verandi støðu eru útreiðslurnar ov høgar og váðarnir ov nógvir
Hetta verður staðfest, nú nýggjar útrokningar eru gjørdar fyri eitt av grønu flaggskipunum hjá donsku stjórnini. Tí hevur orku- og veðurlagsmálaráðharrin Lars Aagaard steðgað verkætlanini fyribils fyri at kanna onnur alternativ. Tað skrivar Altinget.
Ætlanin var annars at bjóða út uppgávur til verkætlanina nú men tað er so útsett til seinni í ár. Stjórnin hevur tó ikki við hesi avgerð slept ætlanini at byggja eina orkuoyggj í Norðsjónum, sum skal vera ein tann mest týðandi parturin av grøna orkuskiftinum í Danmark.
Ætlanin var at byggja eina nýggja oyggj 80 kilometrar úti í Norðsjónum, har staturin er høvuðseigari. Í fyrstu atløgu skal orkuoyggin samla og býta streymin til Danmark og elnetið í grannalondunum umframt at framleiða grøn brennievni við hjálp av power-to-x tøkni frá vindmyllulundum í grannalagnum svarandi til 3 gigawatt í 2033. Hetta skal kunna nøkta streymnýtsluna hjá 3 milliónum húsarhaldum. Uppá longri sikt er málið, at verkætlanin skal víðkast til 10 gigawatt.
Samlaðu íløgurnar í oynna í infrastruktur og atknýttum havvindmylnulundum verða væntandi 210 mia. kr. Hetta fer at gerast størsta íløga í útbyggingar í donsku søguni.
Hóast danska stjórnin hevur tikið undir við verkætlanini, so hava fyritøkur so sum Ørsted funnist at verkætlanini, sum kann gerast ein alt ov váðafull íløga.
Umboð fyri Green Power Denmark siga seg skilja væl avgerðina hjá stjórnini at útseta útbjóðingina av orkuoynni í Norðsjónum, sum tey tó halda stjórnin ikki má sleppa.
- Her er talan um eina sera stóra íløgu, har alt skal gerast frá botni av. Eingin hevur áður roynat at byggja nakað líknandi, og tí er tað væl skiljandi, at stjórnin hevur brúk fyri meiri tíð at umhugsa hetta og har eisini taka Fólkatingið við í avgerðirnar sigur Thomas Aarestrup Jepsen, stjóri í Green Power Denmark sambært Altinget.
Eisini hjá Dansk Erhverv er semja um, at tað er rætt av stjórnini at taka eitt “timeout” í sambandi við orkuoynna. Men leggur aftrat, at hetta treytar eisini eina skjótari menning og útbygging av sól- og vindorku á landi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2023
Danska reiðaríið hevur bílagt seks metanolrikin skip aftrat
Danmark og danskar fyritøkur liggja á odda á fleiri økjum í grøna orkuskiftinum. Hetta ikki minst tá talan er um at framleiða vindmyllur og menna varandi elorku frá vindmyllum. Vestas og Ørsted teljast millum heimsins fremstu á hesum økinum.
Men eisini tá talan er um at fremja grøna orkuskiftið í flutningi á havinum eru danskar fyritøkur frammaliga. Eitt av heimsins størstu reiðaríum, Mærsk, hevur longu tiki stig til at endurnýggja sín flota við at brúka grøn brennievni heldur enn diesel.
Nú um dagarnar skrivaði Mærsk undir sáttmála at byggja seks metanolrikin bingjuskip aftrat teimum 19 fyritøkan longu hevur bílagt. Skipini verða bygd í Korea og Kina, sigur Mærsk í einum kunningarskrivi sambært Søfart.
Mærsk sigur, at við hesum íløgunum vil fyritøkan vísa, at hon hevur tikið enn eitt stig í grøna orkuskiftinum, og málið er at gerast netto-null útlátsfrítt í 2040. Skipini verða liðug í 2026 og 2027.
Fyrsta metanolrikna skipið í heiminum, sum Mærsk bílegði í 2021, verður klárt seinni í ár, tá tað fer at sigla frá Korea til Keypmannahavn. Fyritøkan hevur eisini tryggjað sær metanolbrennievnið til fyrsta av skipunum.
Mærsk fer nú eisini at kanna, um verandi skip kunnu umleggja til grøna orku.
Mærsk upplýsir, at tá tey 25 metanolriknu skipini eru komin í rakstur og avloysa onnur dieselrikin skip, fer hetta at minka um CO2 útlátið við 450.000 tonsum um árið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2023
Russiska skipið, “Professor Moltsjanov” hevur fingið loyvi til at leita eftir mineralum í norskum myndugleikahavøki eystan fyri Svalbarð
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2023
Yvir 60 minuttir vóru serbar ov sterkir, og Føroyar misnýttu ov nógvar møguleikar. Spælast skal um 5. plássið í dag
Berlin, Týskland (Portalurin) - Føroyska liðið hevði undan fjórðingsfinaluni móti Serbia hósdagin vunnið allar sínar dystir í HM-endaspælinum. Greitt var, at sætta uppgávan fór at vera móti sterkum serbiskum liði, og ein fyrri hálvleikur var væl undir miðal - serliga í mun til skoteffektivitet - og ein marrubyrjan uppá seinna hálvleik kostaðu.
Føroyska liðið fekk næsan onki at rigga, og fyrri hálvleikur varð eftir dystin mettur sum tann vánaligasti hálvleikurin, sum liðið hevur spælt í hesi HM-kappingini.
Serbiska liðið var krútsterkt fysisikt, í verjuni og við einum stinnum málverja, umframt at seigi álopsparturin við dyggum skjúttum gav Føroyar allar møguligar trupulleikar. Í málinum fekk Pauli Jacobsen heldur ikki fingið fatur í so nógvum.
Okkara áloppsæl var trilvandi tað mesta av vegnum. Okkara menn skoraðu upp undir av sínum skotum, og Hákun West av Teigum fekk ongantíð bóltin - serbarnir meira ella minni mansvardu føroyska høgra vongin.
Støðan í hálvleikinum var 17-12 til serbar.
Byrjanin av seinna hálvleiki var ikki stórt betur. Føroyar vóru eina løtu aftanfyri við átta málum, men stríddu seg væl inn í dystin aftur.
Aleksandar Sasha Lacok kom inn í málið og fekk beinavegin fatur á serbisku skotunum. Verjan varð eisini væl betri eftir steðgin, og fekk hildið serbum heilt væl í eitt longri tíðarskeið. Teir sluppu tó at spæla seint og skoraðu fleiri mál, tá armurin hjá dómarunum var uppi.
Føroyar skoraðu eisini fleiri mál eftir steðgin, men framvegis vóru nakrir góðir møguleikar misnýttir, og tað er sigandi, at málverjin Luka Krivokapic varð valdur sum dagsins spælari. Nógv skot raktu eisini stongina ella yvirleggjaran. Tað vóru eisini ymiskar dómaraavgerðir, ið føroyingarnir vóru - og helst eisini kundu vera - ónøgdir við. Slíkir marginalar spæla inn, men tað vóru helst ov mongu brendu skotini, ið samanlagt var størsti trupulleikin.
Føroyar vóru aftanfyri allan dystin, men høvdu, tá umleið tíggju minuttr vóru eftir, møguleikan at minka niður í eitt. Ein skeiv meting varð tikin av Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, sum annars tók heilt nógvar rættar og skoraði/legði upp til yvir tjúgu mál, og Føroyar komu ongantíð nærri Serbia og einum hálvfinaluplássi.
Harvið kunnu okkara ungu menn ikki vinna sær HM-heiðursmerki. Teir skulu ístaðin spæla um 5. plássið í Berlin um vikuskiftið. Fyrsti dystur verður nú leygarmorgun móti Danmark.
U21 HM-endaspæl, fjórðingsfinalur
Hósdagin 29. juni - Max Schmeling Arena, Berlin
Føroyar - Serbia 27-30 (12-17)
Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 (1)
Óli Mittún 5
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Janus Dam Djurhuus 3
Pauli Mittún 2
Ísak Vedelsbøl 2
Hákun West av Teigum 1
Sveinur Olafsson 1
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 7/31: 22 prosent
Aleksandar Sasha Lacok 6/12 = 50 prosent
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2023
Eitt nærum heilt nýtt føroyskt lið, í mun til síðstu dystirnar, vann flott og sannførandi á ráðaleysu portugisunum mánadagin. Pluss 8 á degnum og fimm av fimm í HM
Sjey spælarar, ið hava spælt so at fulla tíð ella út við tað í seinastu dystunum, sótu uttanfyri allar 60 minuttirnar í bólkafinaluni hjá Føroyum seinnapartin mánadagin.
Portugal vann á Spania sunnudagin og endaði við silvurheiðursmerkjum í EM í fjør. Teir spældu eisini við fleiri, ið høvdu stóran leiklut móti Spania, men føroyingar vóru greitt omaná: Okkara vóru meira skarpir og meira á í seinasta bólkadystinum.
Bjarni í Selvindi vísti seg serliga væl fram í bakketuni, og var javnsettur toppskjútti við Boga Hansen á høgra vongi. Tað vóru tó allir, ið bjóðaðu seg fram, og eyðkennið fyri avrikið var ein krútsterk og hartarbeiðandi verja – tað mesta av dystinum við Paula Høj sum órógvandi eitt'ara fremst, við sterka Ova Lützen mitt fyri og heilt góðum stuðli rundanum, umframt ógvuliga væl spælandi Aleksandar “Sasha” Lacok í málinum.
Ein av 14 bjargingunum hjá Sasha (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Ungi Neista-málverjin tók 42 prosent av skotunum, ið er ógvuliga høgt tal, og hann gjørdist dagsins maður. Fyri fyrstu ferð í kappingini skoraðu Føroyar undir 30 mál, men tað bilti einki, tá bert 19 mál fóru inn.
Samlaða avrikið var ógvuliga sterkt og vísir eina stóra breidd og nógva dygd á liðnum.
Verjuovastin í dag, Ovi Lützen (nr.23) fegnast saman við áskoðarunum og liðfeløgunum (Mynd: Sverri Egholm)
Bjarni í Selvindi kom brakandi inn á vøllin - skálamaðurin setti viðspælarar upp og varð javnsettur toppskjútti við átta málum (Mynd: Sverri Egholm)
Hin føroyski toppskjúttin var høgri vongurin hjá H71, Bogi Hansen (Mynd: Sverri Egholm)
U21 HM høvuðsumfarið - bólkur II, seinna umfar
Swiss Life Hall, Hannover - 26. juni
Føroyar – Portugal 27-19 (15-10)
Føroyskir málskjúttar:
Bogi Hansen 8(2)
Bjarni í Selvindi 8 (2)
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Kristoffur Bjørgvin 2
Pauli Høj 2
Kristian Jensen 2
Brian Slyne 1
Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lacok 14/33 = 42 prosent
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2023
Ungu føroysku menninir hildu høvdið kalt í heitu høllini í Hannover, har Brasil allatíðina legði trýst á. Elias Ellefsen á Skipagøtu vísti vegin við 13 málum og 10 uppleggum
Føroysku U21-dreingirnir skrivaðu ítróttar- og hondbóltssøgu sunnudagin. Teir verða millum tey síðstu átta liðini í HM-endaspælinum í Týsklandi - so langt hevur eitt føroyskt hondbóltslið ongantíð spælt seg í so stórari kapping.
Munurin tá samanumkom varð tvífaldaður, í mun til hálvleiksstøðuna, men Brasil vildi ongantíð leggja seg, og tað varð kroyst og tætt til tíðir. Elias Ellefsen á Skipagøtu tók tó risastóra ábyrgd í føroyska álopsspælinum, Hákun West av Teigum var sum heild tryggur av høgra vongi, og aðrir stemplaðu inn tey røttu tíðspunktini.
Verjan stóð nóg mikið ímóti, og móti endanum kom Alesandar Lacok inn og stongdi.
Til tíðir stóð á...
Men føroysku áskoðarnir, ið hoyrdust væl, fingu nakað at fegnast um (Mynd: Sverri Egholm)
U21 HM høvuðsumfarið - bólkur II
Hannover - 25. juni
Føroyar - Brasil 33-27 (16-13)
Portugal - Spania 33-31 (19-20)
Støðan í bólkinum - eitt umfar eftir:
Portugal 4 stig *
Føroyar 4 stig *
Spania 0 stig
Brasil 0 stig
Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 13 (3) - Dagsins spælari
Hákun West av Teigum 10
Ísak Vedelsbøl 3
Janus Dam Djurhuus 2
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2
Kristoffur Bjørgvin 1
Pauli Mittún 1
Aleksandar Sasha Lacok 1
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 11/36 = 31 prosent
Aleksandar Sasha Lacok 3/5 = 60 prosent
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2023
Føroyar skulu stríðast við danir um rættin at spæla um 5. plássið í HM. Tá árgangirnir hittust í EM-endaspælinum í fjør, vunnu føroyingar
Berlin, Týskland (Portalurin) - Føroysku spælararnir hava ikki langa tíð at sleikja sárini eftir tapið fyri Serbia í HM-fjórðingsfinaluni fyri U21-landslið í gjár. Spælararnir sleppa heldur ikki heim - teir skulu um vikuskiftið spæla plaseringsdystir her í Berlin.
Hóast tað er tungt at reisa seg eftir slíkan dyst, og tað í ein mun kann vera heldur torført at motivera seg 100 prosent til, so vóru føroysku spælararnir, umframt venjari, greiðir í samrøðunum eftir tapið móti serbum hósdagin: Teir fóru at gera sítt fyri at umboða Føroyar so væl sum gjørligt restina av kappingini og eisini enda so høgt sum gjørligt.
Sí samrøður við vónbrotnar spælarar og venjara her:
Julian Johansen: Brenna ov nógvar fríar møguleikar til at vinna dystin
Elias Ellefsen á Skipagøtu: - Munurin er brendu skotini
Pauli Jacobsen: Lítil munur á viðgongd og mótgóngd
Janus Dam Djurhuus: Til eina jarðarferð í skiftingarrúminum
Tapið merkir, at Føroyar skulu royna at fáa fatur á 5. ella 6. plássinum. Sum væntað vóru týsku vertirnir sterkari enn Danmark í teirra fjórðingsfinalu hóskvøldið, og harvið er tað Danmark, ið er fyrsta mótstøðuliðið í plaseringsdystunum.
Um tað eydnast at vinna á dønum í morgun, skulu Føroyar spæla móti vinnaranum av Kroatia og Portugal um 5. plássið sunnudagin.
Føroyskir fejpparar í Berlin - fleiri verða eisini til dystirnar í vikuskiftinum (Mynd: Sverri Egholm)
Óli Mittún og hinir vístu dønum, hvar skápið skal standa í Portugal í fjør (Mynd: Harald Bjørgvin)
Kroatia og Portugal taptu, eins og Føroyar og Danmark, sínar fjórðingsfinalur. Sterku ungararnir vunnu við fimm málum á Kroatia og skulu seinnapartin spæla hálvfinalu móti Íslandi, sum eftir tættan dyst koppaði Portugal.
Føroyar og Danmark hava hitst fyrr í hesum árgangunum til m.a. venjingarkapping í Týsklandi og norðurlandakapping, og so spældu liðini fyrsta dystin í EM-endaspælinum í fjør. Tá vunnu Føroyar eftir ótrúligan dyst.
Í morgun longu klokkan 9 føroyska tíð, skulu føroyingarnir royna at endurtaka bragdið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2023
Høgri vongurin úr H71 fer í donsku deildina at royna seg
Høgri vongurin hjá greipuvinnarunum í fjør av føroyskum kvinnuhondbólti, fer næsta kappingarár at spæla við Ajax København, sum spælir í bestu donsku deildini.
Frammanundan spæla Súna Krossteig Hansen og Rakul Wardum í Ajax København. Lív S. Poulsen hevur eisini spælt í Ajax København, men skiftir felag.
- Eg gleði meg nógv til hendan møguleikan, sum er eitt stig hægri í mínari yrkisleið. Eg havi verið glað fyri at spæla við H71, men at sleppa at spæla í donsku deildini er ein stór avbjóðing, sum eg gleði meg til, sigur Brynhild Pálsdóttir við heimasíðuna hjá Ajax København.
Brynhild Páldóttir hevur verið við á nógv vinnandi H71 liðnum seinastu árini, og hevur eisini royndir í evropeisku hondbólti við hoyvíkskvinnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2023
Í gjárkvøldið skrivaði Norðlýsið, at felagið úr Klaksvík fer spæla í , og at Finnur Hansson tekur við aftur sum høvuðsvenjari
Team Klaksvík varð stovnað í 2006, av tí at tað eingin mans-og dreingjahondbóltur var í Stjørnuni longur. Fyrstu mongu árini bygdi felagið seg upp, og tað tók hjá besta mansliðnum at finna støðufesti í fremstu deildini.
Onkur ár hava verið góð, og seinastu tvey árini hevur liðið vunnið sær 3. plássi. Tað gevur bronsuheiðursmerki, men tað gevur í roynd og veru eisini rætti til at luttaka í einum av kappingunum hjá EFH. Nú hevur Team Klaksvík tikið avgerð um at fara við í Euopean League, og hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at manslið í Klaksvík fer at spæla altjóða dystir. Tað skrivaði Norðlýsið í gjár.
- Eg haldi, at man eigur at kanna, um áhugin er at royna hetta. Vit eru á einari bylgju nú, har hetta passar væl inn ímun til, hvar føroyskur hondbóltur er. Eisini í Klaksvík, har Team Klaksvík veksur og veksur. Men hetta er eisini ein gularót til leikararnar. Tað er ikki fyrr enn hesi seinastu árini, at vit hava fingið góð úrslit. Fíggjarliga veldst um, hvar vit skulu spæla, men tað kostgar helst eini 100.000-150.000 kr. og í ringasta føri nakað hægri. Vit skulu út at skaffa nakað av pengum, men vit hava eisini ein heimadyst. Mær vitandi er hetta fyrsti Evropadystur í mannfólkahondbólti í Klaksvík, so tá vænti eg stóran uppbakning bæði frá norðoyingum og øllum føroyingum. Vanliga eru fleiri áskoðarar til slíkar stórar dystir
Hetta sigur Óli á Gravabø, formaður í felagnum, við nordlysid.fo. Harvið skriva klaksvíkingar søgu, og fara eisini at stíla hægri og spenna bogan fram ímóti dystunum í oktober; millum annað við at seta fysiskan venjara. Við hesum er eisini greitt, at trý føroysk manslið fara til
Finnur Hansson aftur í Klaksvík
Íslendingurin, sum hevur verið so leingi í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2023
Petra Freiselova úr Kekkia verður høvuðsvenjari hjá greipuvinnarunum í H71 saman við dananum Mathias Rettig sum hjálparvenjara
H71 kvinnur eru greipuvinnarar í ár og vit vita longu nú, at fleiri leikarar fara av landinum og at Simon Olsen og Djóni Gaard Joensen ikki koma at halda fram sum venjarar komandi ár.
Nevndin í H71 er tó sannførd um, at felagið hevur fingið eitt spennandi nýtt venjaratoymi at taka við avbjóðingunum komandi ár.
Petra Freiselova úr Kekkia verður høvuðsvenjari saman við dananum Mathias Rettig sum hjálparvenjara.
Petra er útbúgvin mastercoach og hevur verið venjari hjá kekkiska meistaraliðnum Slavia Praha síðani 2013 og ungdómslandsliðvenjari. Petra hevur eisini verið yrkisleikari í Týsklandi í seks ár.
Petra er 46 ára gomul og útbúgvin innan ítrótt og eisini útbúgvin løgreglukvinna.
Mathias Rettig er útbúgvin "DHF Divisionsvenjari" umframt at hann hevur ein bachelor innan ítrótt og heilsu frá Syddansk Universitet. Mathias kemur frá einum starvi á eftirskúlanum Oure, og hann hevur eisini starvast hjá GOG sum kropsligur venjari og hondbóltsvenjari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2023
Einki FM-stríð í løtuni, men tætta stríðið um 4. plássið heldur fram - Víkingur vann stórt á ÍF. KÍ og B36 knógvaðu ávíkavist B68 og EB/Streymi
Fýra dystir í 14. umfari í Betrideildini hjá monnum vórðu spældir sunnudagin. Úrslitið, sum flest fólk góvu sær far um, var tað á Dungasandi.
07 Vestur hevur víst tenn seinastu tíðina, og hesaferð var tað HB, ið tað gekk útyvir. Heimaliðið legði seg á odda, tá eitt korter varð spælt. Síðani stríddist útiliðið fyri at svara aftur, og tað var fimm minuttir inn í 2. hálvleik, tá fyrrverandi 07 Vestur-spælarin Mads Borchers royndi seg við langskoti.
Tað gekk tó ikki long tíð, til 07 Vestur aftur hevði leiðsluna. Jóanis á Steig fann Janus Svabo Samuelsen, og so var 2-1. Heimaliðið helt fast, og heldur fram við flottu gongdini; hetta var fimti sigurin í seinastu seks dystunum.
07 heldur harvið sambandi til Víking. Fyri HB var talan um stóran smeit - nú er liðið tíggju stig aftan fyri KÍ.
Aftur í dag kundi tey í 07 Vestur-leguni stórfegnast um "stóran" heimasigur (Myndir: jn.fo)
KÍ vann enn ein smalan sigur á lægri liðið. Øll málini á Svangaskarði komu innanfyri tíggju minuttir síðst í fyrra hálvleiki. Oddaliðið var á odda 2-0, áðrenn B68 minkaði um munin. Vegard Forren varð rikin av vølli eitt korter fyri tíð, og so var trýst á, men føroyameistararnir vunnu sín 15. sigur í ár - av 15 møguligum.
Hetta vikuskiftið tekur KÍ móti HB. Um liðið hjá Magne Hoseth vinnur tá, so er FM av álvara í eygsjón.
B36 vann eisini 2-1, og tað var Valerijs Sabala, sum skoraði avgerandi málið. EB/Streymur kom annars á odda í 10. minutti, heimaliðið javnaði minuttin eftir, og fimm minuttir eftir steðgin varð 2-1.
Taufee Skandari, sum er afturvendur eftir landsdystir við Afganistan, legði upp til bæði málini (Mynd: Sverri Egholm)
Víkingur vann stórt í grannaupperðini móti uppflytarunum ÍF. Tað endaði 5-0 í Sarpugerði, har Martin Klein Joensen skoraði tvær ferðir. Sannførandi og umráðandi hjá Víkingi, ið ikki hevur havt tað heilt lætt seinastu tíðina. Talan var um áttanda tapið á rað hjá ÍF.
Betrideildin 14. umfar
07 Vestur - HB 2-1 (1-0)
16' Jasper van der Heyden (Mathias Voss) 1-0
51' Mads Borchers (Áki Samuelsen) 1-1
63' Janus Svabo Samuelsen (Jóanis á Steig) 2-1
B36 - EB/Streymur 2-1 (1-1)
10' Hans Pauli á Bø (Gutti Dahl-Olsen) 0-1
11' Bjarki Nielsen (Taufee Skandari) 1-1
50' Valerijs Sabala (Taufee Skandari) 2-1
Víkingur - ÍF 5-0 (2-0)
37' Sølvi Vatnhamar (Martin Klein) 1-0
39' Olaf Bárðarsson (Arnbjørn Svensson) 2-0
46' Martin Klein Joensen (Jákup Johansen) 3-0
63' Jákup Johansen (Sølvi Vatnhamar) 4-0
90 (+1)' Martin Klein Joensen (Signar á Brúnni) 5-0
B68 - KÍ 1-2 (1-2)
34' Luc Kassi (Patrik Da Silva) 0-1
39' Jákup Biskopstø Andreasen (Árni Frederiksberg) 0-2
44' Villiam Emil Klein (Fríði í Túni Petersen) 1-2
TB - AB 3-2 (1-0)
04' Ragnar Skála 0-1
52' Nikolei Johannesen 1-1
73' Nikolei Johannesen 2-1
86' Samudeen Musah (Nikolei Johannesen) 3-1
90 (+6)' Brian Jakobsen 3-2
Støðan:
1. KÍ 45 stig *
2. HB 35 stig *
3. B36 33 stig *
4. Víkingur 24 stig *
5. 07 Vestur 22 stig
6. EB/Streymur 13 stig
7. TB 12 stig
8. B68 11 stig
9. ÍF 9 stig
10. AB 4 stig
* Ein dyst fleiri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2023
Lyklasigur í botnstríðnum hjá uppflytarunum, ið vendu 0-1 til 3-1 eftir steðgin við Stóra. Nikolei Johannesen gjørdist hetjan - AB er í stórum trupulleikum
Stevnulagið á Tvøroyri og í Trongisvági var heilt gott eftir sigurin hjá TB við Stóra leygarkvøldið. AB vitjaði á nýggja graslíkinum, og heimaliðið skoraði tríggjar ferðir í seinna hálvleiki og tryggjaði sær harvið trý ógvuliga týdningarmikil stig. Uppflytararnir eru nú átta stig frammanfyri argjamenn, eru trý stig frá ÍF og strikuni, og yvirhálaðu B68.
Tað var annars talan um marrubyrjan hjá TB. Longu í 4. minutti sendi Ragnar Skála bóltin fram við Arthuri Poulsen, sum fyri triðju ferð vardi TB-málið sum avloysari. AB hevði veruliga tørv á trimum stigum, og støðan var 0-1 til stutt inn í seinna hálvleik.
TB var omaná eftir steðgin, og var Nikolei Johannesen lykilin til, at heimaliðið fekk trý mál. 22-ára gamli miðvallarin hevur spælt allar dystirnar í ár, og nú á jóansøku skoraði hann síni fyrstu mál. 1-1 málið var ein perla, og leiðslumálið, tjúgu minuttir seinni, var eftir brotsspark, sum Nikolei sjálvur vann. Hann setti eisini bóltin trygt í netið.
Nú var AB veruliga kroyst. Útiliðið søkti eisini at, men TB stríddist ímóti, hevði góðan stuðul, og fimm minuttir fyri tíð økti Samudeen Musah. Hetta var eftir, at ganabúgvín hevði fingið bóltin frá Nikolei og sett ein AB-spælara av.
So var veruligur fagnaður við Stóra. AB fekk minkað um munin í yvirtíðini, men tá var ov seint: TB vann jóansøkudystin, steypið og trý ógvuliga kærkomnan stig. Talið av málum er økt við einum triðingi, hetta var triði sigur í ár, og liðið hjá Tummas Erlingi Djurhuus er nú á 7. plássi við 12 stigum. AB rennur veruliga aftaná, og uppgávan gjørdist bert tyngri nú.
Betrideildin 14. umfar
Leygardagin 24, juni
TB - AB 3-2 (1-0)
4' Ragnar Skála 0-1
52' Nikolei Johannesen 1-1
73' Nikolei Johannesen 2-1
86' Samudeen Musah (Nikolei Johannesen) 3-1
90 (+6)' Brian Jakobsen 3-2
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2023
Liðið hjá Jákupi á Borg vann 3-0 á Eiði. Fyrra hálvfinalan millum 07 Vestur og HB endaði 1-1. Seinnu hálvfinalurnar verða ikki spældar fyrrenn síðst í september
Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vórðu spældar mikukvøldið.
Á Eiði gjørdi B68 bart, og vann fyri fyrstu ferð í langa tíð. Liðið hjá Jákupi á Borg legði grundarlagið fyri finaluplássi við at vinna 3-0. Aidan Liu, Ragnar Samuelsen og ungi toftamðurin Hanus Højgaard syrgdu fyri málunum.
EB/Streymur skal nú veruliga venda tí, tá seinna hálvfinalan er - í september. B68 hevur ongantíð áður vunnið steypakappingina.
HB tapti í Sørvági í landskappingardysti sunnudagin, og harvið er FM-møguleikin aftur minkaður nakað. Hesaferð byrjaði liðið hjá Jákup Martini Joensen betri. Dan í Soylu legði útiliðið á odda, tá eitt korter varð spælt, men stóri og stinni danski miðverjin hjá 07 Vestur, Daniel Obbekjær, javnaði tíggju minuttir seinni eftir deyðbólt.
Harvið hevur HB helst lítlan fyrimun, hóast tað heldur ikki hesaferð eydnaðist at vinna í Sørvági, har vágamenn eru stinnir. Útiliðið spældi tó í undirtali í 35 minuttir, tá Ári Mohr Jónsson fekk reytt kort. Eisini í fjør spældi 07 Vestur javnt móti favoritti í fyrru steypahálvfinaluni.
Tað eru heili tríggir mánaðir til seinnu hálvfinalunar, og tað tykist heilt løgið - um ikki púra óskiljandi.
Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið:
Mikudagin 28.juni
EB/Streymur - B68 0-3 (0-1)
13' Aidan Liu 0-1
55' Ragnar Samuelsen 0-2
80' Hanus Højgaard 0-3
07 Vestur - HB 1-1 (1-1)
16' Dan í Soylu 0-1
25' Daniel Obbekjær 0-2
Reytt kort Ari Mohr Jónsson (56')
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2023
Fifa-styrkilistin er dagførdur í dag
Føroyska manslandsliðið í fótbólti er dottið fýra pláss niðureftir á styrkilistanum hjá Fifa yvir heimsins landslið.
Føroyar eru nú nummar 129 í heiminum, beint undir Niger í Afrika og beint oman fyri Komoroyggjar út fyri eysturafrikansku strondina.
Tá styrkilistin seinast varð dagførdur, lá føroyska landsliðið á 125. plássi, men á listanum, ið varð kunngjørdur í dag, liggja vit fýra pláss longur niðri. Í desember vóru vit nummar 123 og í oktober í fjør 122.
Um vit bert hyggja eftir teimum 55 londunum, sum eru í evropeisku fótbóltssamgonguni, Uefa, so hava vit alt hetta seinasta árið ligið á 47. plássi. Evropeisku londini, sum liggja aftan fyri okkum eru Lettland (132), Litava (146), Andorra (153), Moldova (171), Malta (172), Liktinstein (199), Gibraltar (201) og San Marino (211).
Argentina liggur á fyrsta plássi á heimsstyrkilistanum framman fyri Fraklandi, Brasil og Onglandi.
Danmark er nr. 19, Svøríki nr. 23, Skotland nr. 30 Noreg nr. 44, Finnland nr. 54 og Ísland nr. 67.
Hyggja vit at londunum, sum Føroyar eru í bólki saman við í inniverandi EM-undankapping, so er Kekkia nummar 37 (+1), Albania nr. 65 (+3) , Moldova nr. 164 (+7) og Poland nr. 26 (-3).
Kvinnustyrkilistin varð dagførdur seinast 9. juni. Her liggja Føroyar nummar 100, nummar 43 í Evropa.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2023
23 ára gamli vongurin fer næstu tíðina at umboða B36
B36 hevur skrivað undir við 23 ára gamla Lukas Grenaa Giessing. Hesum boðar felagið frá.
Hann hevur spælt nógv í ungdómsdeildini hjá FC Midtjylland. Í fjør spældi hann við NSÍ, men hevur ikki havt nakað felag síðani. Áður hevur Lukas Giessing eisini umboða HB og AB.
Lukas Giessing hevur spælt á øllum ungdómslandsliðunum, og hevur spælt heilar 18 U21-landsdystir.
B36 liggur nummar trý í landskappingini og skal spæla í Europa Conference League í summar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2023
Hetta var áttanda evropeiska málið hjá manninum úr Rituvík, sum saman við Breiðablik vann 7-1 á Tre Penne
Breiðablik er í undanumfarinum í Champions League, har fýra lið vóru frá byrjan. Eitt lið kemur víðari til 1. umfar, har Shamrock Rovers úr Írlandi bíðar.
Týskvøldið komu íslendsku meistararnir lætlliga víðari til finaluna í undanumfarinum. Hetta gjørdu teir við stórsigri á Tre Penne úr San Marino á vøllinum í Kópavági. Breiðablik fekk heimavøll til hetta umfarið, og kann spæla seg víðari við sigri á Buducnost Podgoricia, ið er meistaraliðið í Montenegro, fríggjakvøldið.
Klæminti Andrasson Olsen byrjaði inni, spældi 62 minuttir og skoraði eitt mál á Kópavogsvøllinum. Hetta var til 3-1 í yvirtíðini í fyrra hálvleiki. Tre Penne hevði minkað um munin, tá hálvur tími var spældur. Klæmint var fyrstur á bóltinum, eftir at viðleikari hevði rakt stongina. Ein góð temjing og síðani smekkaði føroyingurin bóltin í netið við vinstra beininum.
32-ára gamli rituvíkingurin var eisini við í fyrsta málinum hjá Breiðablik, tá hann legði væl av/innum til mannin, sum legði upp. Klæmint Andrasson Olsen hevur nú skorað átta mál í 24 evropeiskum dystum. Hann hevur skorað fýra mál fyri Breiðablik í hesum mánaðinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2023
Fyrsta umfar hjá KÍ-kvinnunum í Champions League verður leikt í Køge fyrst í september
Lutakast var fríggjadagin um hvøjum KÍ-kvinnurnar skulu møta í fyrsta umfari í Champions League, sum verður leikt í Køge.
KÍ-kvinnurnar endaðu í bólki 4 saman við ZFK Spartak Subotica úr Serbia, HB Køge úr Danmark, og KuPS úr Finnlandi.
Fyrsta umfar er skipað soleiðis, at hálvfinalur eru millum fýra liðini í bólkinum, og vinnandi liðið úr báðum hálvfinalunum skal spæla finalu um at koma víðari til næsta umfar.
Hálvfinalan hjá KÍ er ímóti serbisku meistarunum ZFK Spartak Subotica.
Dystirnir verða leiktir fyrst í september.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2023
Fyrrapartin í dag verður alment fráferðartiltak í SMS í sambandi við, at Oyggjaleikirnir verða á Guernsey 8. til 14. juli – SMS bjóðar ókeypis morgunmat millum klokkan 9 og 11
Leygarmorgunin 1. juli verður alment fráferðartiltak í SMS í sambandi við, at Oyggjaleikirnir verða á Guernsey 8. til 14. juli, boðar Ítróttasamband Føroya frá í tíðindaskrivi.
Bíðitíðin hevur verið long síðani oyggjaleikirnir vórðu avlýstir vegna covid-19 í 2021, men nú verða teir aftur. Hósdagin 6. juli setir oyggjaleikaferðaliðið kósina ímóti Guernsey. Føroyska ferðaliðið telur 113 íðkarar, 30 liðleiðarar, tveir dómarar og sjey umboð fyri ÍSF.
Íðkararnir skulu kappast í 11 ítróttagreinum, tær eru golf, kurvabóltur, frælsar ítróttir, súkkling, triathlon, borðtennis, bogaskjóting, tennis, badminton, skjóting og svimjing.
SMS bjóðar ókeypis morgunmat millum klokkan 9 og 11. Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Elin H. Joensen, ÍSF-forseti halda røður og Jens Marni syngur nøkur løg.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2023
Góð føroysk úrslit í frælsum ítróttum í Aalborg
Føroyski frælsítróttamaðurin Tórur Mortensen gjørdist farna vikuskiftið danskur meistari í krevjandi lopgreinini trístøkk.
Danmarksmeisarakappingar vóru hildnar í Aalborg, og føroyingurin, sum gerandis venur við Aarhus 1900, gjørdist danskur meistari við einum lopi á 14,61 metrar.
Hetta er nakað frá besta úrslitinum hjá Tóri í greinini, sum er 15,45 metrar. Í ár hevur hann lopið 14,81 metrar.
Tórur hevur stríðst við skaða, og er hann nú við at arbeiða seg upp aftur.
Ikki færri enn níggju føroyingar vóru við til DM-kappingarnar í frælsum ítróttum. Rennarin Maria Biskopstø úr Treysti luttók í 400 metra renning og eisni rimarenning á sama teini.
Hon vann silvurheiðursmerki í rimarenning við tíðini 1 minutt og 03,78 sekund, sum er nakað frá hennara persónliga besta. Á 400 metrum rann hon í tíðini 59,53 sekund, sum eisini er nakað frá hennara besta.
Oddvør Josephsen, sum eisini er úr Treysti, men nú venur við Aalborg AM, gjørdi eisini um seg í 400 og 200 metra renning. Á 400 metrum setti hon persónligt met við tíðini 59,22 sekund.
Á 200 metrum rann hon teinin upp á 25,77 sekund, sum nú kemur at standa sum nýtt met hjá kvinnum á teininum. Harvið gjørdist hon eisini fyrsta føroyska kvinnan at renna teinin undir 26 sekund.
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Bragdið, gjørdi tað eisini gott í Aalborg., bæði á 400 metruum og 200 metrum, har hon setti flott persónligt met í báðum greinunum við ávikavist 58,41 og 26,04 sekundum. Tíðin á 200 metrum var betri enn metið, sum var galdandi áðrenn Oddvør Josephsen setti nýtt met. Tær báðar runnu í sama riðli.
Hinir føroysku íðkararnir, sum eisini kappaðust í Aalborg um vikuskiftið vóru hesi:
– Dánjal Dahl Ljósheim, Sparta, 400 metrar: 49,20 sekund. Persónligt met
– Sunniva Bogadóttir, Hvirlan, spjótkast: 35,54 metrar. Árs besta
– Tinna Berg Jørgensen, KIF, 100 metrar: 13,07 sekund
– Rebekka Fuglø Poulsen, Treysti, 800 metrar: 2.12,46 minuttir. Árs besta
– Leon Johannesen, Bragdið, 400 metrar: 52,05 sekund. 200 metrar: 22,97 sekund.
– Tummas Sjóvará, Bragdið, 400 metrar: 51,77sekkund. 200 metrar: 23,29sekund. Persónligt met
- Eiri Jógvansson Glerfoss, Bragdið, longdarlop: 7,05 metrar. Persónligt met. Bólkamet D18.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2023
Farna vikuskifti luttók Eyðstein Simonsen í einari av fremstu CrossFit-kappingunum í heiminum, “French Throwdown” í Paris
Farna vikuskifti var Eyðstein Simonsen við í einari av fremstu CrossFit-kappingunum í heiminum, “French Throwdown” í Paris, har hann fekk eitt flott triðja pláss.
French Throwdown er ein altjóða CrossFit kapping við luttakarum úr øllum heiminum.
Eyðstein luttók í aldursbólkinum 45-49 ár, har einans 10 íðkarar sluppu við. Í vár gjørdist Eyðstein nummar 9 av yvir 100 luttakarum í innleiðandi umfarinum og vann sær tá luttøku í finaluni í Paris.
CrossFit hevur rættiliga tikið seg fram sum ítróttargrein um allan heim farnu árini. Eisini í Føroyum, har talið á íðkarum er skjótt vaksandi. Fleiri føroyskir íðkarar hava farnu árini roynt seg í altjóða kappingum.
Eyðstein hevur í seks ár havt ein skaða í fótinum, sum hevur darvað venjingini og forðað fyri luttøku í øllum kappingum. Tað, at kvalifisera seg til French Throwdown-finaluna, var sostatt ein sigur í sær sjálvum, men at tað skuldi røkka til eitt triðja pláss, er meira enn hann tordi at vóna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2023
Farna vikuskiftið varð triðja og næstseinasta Safari uttandurakappingin avgreidd í Havnardali
Meðan tað var so tjúkt í mjørka fríggjakvøldið, tá innleiðandi kappingin var, at dómarar og áskoðarar høvdu ilt við at síggja rossini, so vísti veðrið seg frá eini frálíkari síðu leygardagin, tá finalurnar í triðju og næstseinastu Safari uttandurakappingini í summar vórðu avgreiddar í Havnardali.
Stutt millum kappingarnar
Stutt er millum Safari FM-kappingarnar hjá Føroyskum Íslandsrossafelag í summar.
Onnur kappingin var fyri bert 14 døgum síðani – og í vikuskiftinum var longu kapping aftur, tann triðja í røðini.
Fjórða og seinasta Safari FM-uttandurakappingin verður komandi vikuskifti – og síðani sleppa rossini út á væl uppiborið beiti, meðan reiðfólkini mugu finna uppá okkurt annað at gera enn at venja og "rossast" í tímavís hvønn dag.
Góðir dagar hjá Knúti og Kára
Umframt at vinna V1, vann Knút Lützen á hestinum, Kára, eisini tøltkappingina T1. Í T1 fekk hann tó harða kapping frá Ragnheiði Ólafsdóttir Dam á hestinum, Huga.
Knút gjørdist nr. 1 við karakterinum 7,77, meðan Ragnheiður kom heilt uppá 7,55, so har var stutt ímillum.
Ragnheiður og Hugi høvdu eisini ein sera góðan dag – tey gjørdust nevniliga eisini nr. 2 í V1.
Nýggja breytin roynist stak væl
Staðfestast kundi enn einaferð, at nýggja breytin roynist stak væl. Fleiri met eru longu sett á breytini, síðan hon bleiv tikin í nýtslu fyrr í summar.
Umstøðurnar hjá reiðfólkum eru blivnar munandi betri, nú breytin er formað og slættað og gott tilfar er lagt á hana. Eisini miðjan á ringinum er slættað, og gott undirlag lagt á, so nú er lagamanni at venja undir frálíku umstøðunum.
Fleiri venja fram ímóti at fara uttanlands at kappast, so góðar venjingarumstøður eru alneyðugar.
Spennandi fimmgongd
Í greinini F1, sum er fimmgongd, har øll fimm gonguløgini skulu vísast: fet, trav, tølt, lop og skeið, vóru fýra ross við hesaferð.
Tað er altíð spennandi at síggja serliga skeiðið, tí har krevst, at rúttarin er øðiliga neyvur, tá hann "leggur" rossið í skeið, sum tað eitur. Tað má ikki vera ov tíðliga og ikki ov seint, tí skeiðað verður bert einar 60 metrar. Hvørt par fær tríggjar møguleikar – tríggjar sprettir – at fáa skeiðið at rigga. Karakterirnir fyri tveir teir bestu sprettirnar verða lagdir saman og býttir við tvey – hetta gevur endaliga karakterin.
Úrslitini í triðju Safari uttandura kappingini á ár, gjørdust hesi:
T1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
Nr. 3 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni
T7
Nr. 1 Helena Dahl Thomsen og Lómur frá Kvistum
Nr. 2 Kristianna Jespersen og Gullinstjarna fra Hybjerg
Nr. 3 Silja Geirsdóttir Eystberg og Tangó frá Akurgerði
F1
Nr. 1 Valborg Hallursdóttir Laksafoss og Þórey frá Flagbjarnarholti
Nr. 2 Ester Dahl á Heygum og Dalvar frá Dalbæ II
Nr. 3 Sedea Bjarnadóttir og Rambó frá Hellu
V1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
Nr. 3 Helena Dahl Thomsen og Ömmu-Jarpur frá Miklholti
V3
Nr. 1 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Prinsessa frá Tindsgarði
Nr. 2 Elisabeth Andreasen og Stefnir frá Typpafossi
Nr. 3 Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðholtshjálegu
V5
Nr. 1 Bjørk Láberg og Verðandi frá Lítlu-Tungu
Nr. 2 Yrsa Halsdóttir Djurhuus og Grettir frá Blesastöðum
Nr. 3 Dagny Maria B. Joensen og Kleópatra frá Kolsholti 3
Samreiðssteypið vann Ragnheiður Ólafsdóttir Dam, og Sedea B. Nolsøe vann røktarsteypið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2023
Vit í Reyða Krossi drýpa høvur, nú vit fingu boðini, at ein av okkara trúgvu og sera dugnaligu stuðlum Hans Jákup Simonsen var farin um sýn jóansøkudag
Vit í Reyða Krossi drýpa høvur, nú vit fingu boðini, at ein av okkara trúgvu og sera dugnaligu stuðlum Hans Jákup Simonsen var farin um sýn jóansøkudag.
Hans Jákup Simonsen var føddur 29. jan. 1948 og var sostatt 75 ár, nú fjørðurin var rógvin. Hann vaks upp á Heygsbreyt í Havn, men búsettist hann og konan Poula á Signabø. Tey fingu trý børn saman, Jákup, Annie og Marionnu, sum øll búgva í Danmark. Hansara lívsstarv var at virka sum narkosulækni á Landssjúkrahúsinum.
Vit í Reyða Krossi minnast fyrst og fremst Hans Jákup fyri hansara stóra arbeiði sum sjálvboðin og nevndarlimur í Reyða Krossi. So seint sum tveir dagar fyri, at hann andaðist, sótu vit á fundi í nevndini. Hann var tá, sum altíð, postivur og konstruktivur og kom við góðum ráðum. Vit onnur kendu okkum trygg at hava Hans Jákup við okkara lið, tí hann hevði virðismikla vitan. Tað fer veruliga at merkjast, nú hann ikki longur situr við borðið.
Tað vóru serliga innan tvey virksemisøki, at vit onnur nutu væl av hansara førleikum. Annað var fyrstuhjálpartænastan og hitt var samarittartænastan.
Tað var so hugaligt at síggja hansara eldhuga, tá nýggja føroyska Fyrstuhjálparbókin skuldi skrivast. Hann kom við fakliga væl grundaðum sjónarmiðum um broytingar, sum eisini danir hava tikið til sín. Hansara grundhugsan var alla tíðina, at fyrstahjálpin skuldi byggja á nýggjastu vitanina, og at tað sjálvandi skuldi undirvísast við føroyskari lærubók.
Sama eldhuga hevði Hans Jákup eisini fyri samarittunum. Sum tann nevndarlimurin, sum hevði best innlit í fakliga arbeiðið hjá samarittunum, so var tað eisini ein sjálvfylgja, at hann átók sær henda partin av nevndararbeiðinum, og soleiðis virkaði hann sum liðlækni. Hann undirstrikaði ferð aftan á ferð, hvussu týdningarmikið arbeiðið, sum samarittarnir gera eitt nú á stevnum, festivalur o.l., er. Og hetta hava eisini myndugleikarnir ásanna, eitt nú løgreglan.
Tað mest áhugaverda við Hans Jákupi var málið um at gera viðurskiftini betur. Eitt nú mælti hann til broytingar í mannagongdum hjá samarittunum, sum hava ført til, at eisini danir nú endurskoða sínar mannagongdir. Hann greiddi okkum frá um eina broytta mannagongd hjá samarittunum á okkara seinasta nevndarfundi saman tórsdagin í seinastu viku. Hetta var eitt øki, sum upptók hann nógv, og tað var so týðiligt fyri okkum onnur, at hetta brendi hann veruliga fyri.
Tá ein arbeiðir í einum hjálparfelagsskapi sum Reyði Krossur, so er hetta sjálvsagt eitt serligt umhvørvi. Vit eru øll sjálvboðin, og tí er eisini virðingin okkara millum serlig. Vit geva øll nakað av okkum sjálvum fyri eina góða søk, og tí er virðingin fyri hvørjum øðrum eisini merkt av, at vit øll eru á jøvnum føti. Uttan mun til, hvar vit áður hava arbeitt, so eru vit eins, tá vit virka í Reyða Krossi. Hesar eginleikar livdi Hans Jákup væl og virðiliga upp til, og tí var hann eisini væl lýddur millum øll onnur í felagsskapinum.
Tað verður tómligt næstu ferð vit møtast til fundar, tí eingin væl upplagdur Hans Jákup er har. Men eisini samarittar og fyrstuhjálparinstruktørar og mong onnur í Reyða Krossi fara sjálvandi at sakna henda blídliga og trúgva mannin.
Men okkara saknur kann ikki samanberast við tann sakn, sum tit hansara nærmastu kenna í hesum døgum. Vit senda tykkum okkara hjartaligastu samkenslukvøður.
Við hesum orðum lýsa vit í Reyða Krossi frið yvir minnið um Hans Jákup Simonsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2023
Her í Føroyum er Povl Skårup kendur sum versonur Heðin Brú og eldhugaður fransktlærari í Hoydølum eitt skifti í 1960-árunum
Povl Skårup, lektari í fronskum, andaðist herfyri 87 ára gamal. Her í Føroyum er hann kendur sum eldhugaður fransktlærari í Hoydølum eitt skifti í 1960-árunum. Í 1964 gav hann út eina bók um danska málfrøðingin Rasmus Rask, ið hevði stóran týdning fyri akademiska áhuganum fyri føroyskum fyrst í 19. øld.
Saman við konu síni Gunnvá, ið var dóttir Kathrinu Malenu og Hans Jacob Jacobsen, betur kendur sum Heðin Brú, umsetti hann skaldsøguna Feðgar á ferð eftir verfaðirin til danskt. Á donskum ber skaldsøgan heitið Fattigmands ære (1962) og hon gjørdi, at bókin var týdd víðari til onnur mál. Tað sama hendi við Glansbílætasamlarunum og Brahmadellunum eftir Jóanes Nielsen, har tann fyrra er týdd til franskt og tann seinna til týskt.
Povl umsetti eisini føroyskar stuttsøgur, ið komu út í savninum Færøske fortællinger, 1968. Hann umsetti eisini Burtur eftir Bergtóru Hansuardóttur, sum kom út í 2017 við heitinum Færingerne.
Áhugin fyri føroyskum og arbeiðið at miðla føroyskan nútíðarskaldskap til størri lesararskarar var frammíhjá. Høvuðsstarv hansara var á Romansku deildini á universitetinum í Århus, har hann undirvísti í fronskum. Eg var so heppin at hava hann í franskari mállæru. Hann skrivaði greinir og bøkur um morfologiina í gomlum fronskum Morphologie synchronique de l’ancien français (1994) og um orð, sagnorðabendingar og bókmentaligar figurar í provançalskum og occitanskum skaldskapi.
Povl skrivaði mangan í Fróðskaparritum. Í 1961 var ein gren um føroysk orð í fronskum. Eitt nú imbrimil, sum var navnið á havgásini á døgum Lucas Debesar, eitur á modernaðum fronskum ‘imbrin’ (gomlum fronskum ‘imbrim’), í minsta lagi í fuglafrøðini. Franska fuglanavnið ‘eider’ er úr Føroyum, men ikki úr føroyskum, sigur Povl, men seinni liður í ‘globicéphale grinde’ fyri grindhval er beinleiðis úr føroyskum. Í 1970 skrivaði hann aftur um føroysk fuglanøvn í franskari fuglafrøði, og í 1964 lýsir Povl sambandið millum føroyska orðið ‘fliða’ og normanniska ‘flie’, fyri skál o.t. Í Fróðskaparritum 2009 viðger hann víðagitnu lýsingina hjá Dicuil frá 825 av nøkrum oyggjum í Norðuratlantshavi. Povl greinar latínskar tekstir og kemur til, at talan ivaleyst er um Føroyar – hóast aðrir frøðingar hava viljað havt oyggjarnar at vera Hetland.
Fleiri greinir eftir hann eru um gomul fronsk kvæði og søgur eitt nú um keldurnar til Karlamagnusar kvæði (Fróðskaparrit 1966) og sambandið millum Føroyingasøgu og Sigmundar kvæði, eldra.
Povl Skårup var skarpur málvísindamaður, nærlagdur týðari og skemtingarsamur maður.
Vit lýsa við hesum frið yvir minnið um hann.
Malan Marnersdóttir
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald