Leygardagur 08. juli 2023 | Nr. 27 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 4
SíÐa 9
SíÐa 3
SíÐa 37
SíÐa 38
SíÐa 64
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Ein ófrættagestur hevur nærkast føroyskum sjóøki við ætlanum um at órógva møgulig grindadráp í Føroyum.
Paul Watson er navnið – ímyndin av mótstøðuni móti føroyskum grindadrápi. Ein maður, sum seinastu 40 árini hevur gjørt seg ópopuleran her heima við tað at felagsskapur hansara hevur uppført seg ófantaliga í sambandi við teirra mótmæli móti grindadrápi.
Tá Sea Shepherd felagsskapurin fyri nøkrum árum síðani var í so ágangandi í sínum mótmælum móti grindadrápunum í Føroyum, gjørdu vit ikki mætari enn at fáa lóggávu í lag, sum heimilaði føroysku myndugleikunum at nokta hesum og øðrum líknandi felagsskapum atgongd til Føroyar.
At nokta fremmandum atgongd til okkara land er ikki nakað, ið bara kann gerast uttan víðari. Tí var neyðugt at nágreina, at lóggávan einans er galdandi fyri persónar og felagsskapir, ið hava sagt seg vilja gera seg inn á og blanda seg upp í lógligt virksemi her á landi – eitt nú grindadráp.
Hóast hesin Paul Watson ikki longur er partur av júst Sea Shepherd, men hevur gjørt sær ein annan felagsskap at bera sín boðskap ígjøgnum, so er tað eingin, ið ivast hvat endamálið er, tá maðurin sigur seg hava ætlanir um at koma til Føroyar fyri at ávirka okkara hugburð til grindadráp.
Tí hóast talan er um eina lógliga veiðu, sum á ongan hátt er til vanda fyri stovnin, so er tað eitt slag av slátri, sum Watson, eins og aðrir víðgongdir djórafelagsskapir, ikki kunnu góðtaka, tí teir meta dráp av hesum vitugu havdjórum at vera at sammeta við manndráp.
Slíkan hugburð ber ikki til at verja seg fyri við siðiligum próvførslum, og tí er tað eisini ein sjálvfylgja – sæð við okkara eygum –, at maðurin og hansara líkar eru óynskt í Føroyum. Slíkar óvandaligar gestir hava einki at gera á okkara oyggjum.
Og tí var tað eisini gott, at avvarðandi landsstýrismaður uttan nakað hóvasták beinanvegin gjørdi greitt, at skipið, sum viðkomandi umhvørvisstríðsmaður siglir við, ikki sleppur í føroyskt sjóøki at gera ónáðir.
Vit síggja eisini í spurnarkanning, sum portal.fo gjørdi í gjár, at so at siga allir lesarar taka undir við hesum og halda, at tað er í lagið, at skipið ikki sleppur inn í føroyskt sjóøki. Ikki oftari enn so, at formaður Tjóðveldis hevur nærum alt Føroya fólk aftan fyri seg.
Men tá tað er sagt, so eiga vit framvegis at taka atfinningarnar til okkum og spyrja okkum sjálvi, um tað kanska er okkurt í tí, sum ført verður fram av útlendingum, ið ynskja at støðga grindadrápi.
Sjálvandi skulu vit ikki leggja okkum fløt fyri tí, ið verður ført fram. Men vit kundu til dømis umhugsa, hvussu klókt tað er, at drepa 1400 springarar upp á eingang, ella drepa tvær stórar grindir dag um dag í sama øki, eins og tað hendi í Vestmanna og Leynasandi fyri fáum vikum síðani.
Eirikur á Húsamørk fer frá sum stjóri, og verður partur av nevndini. Jákup Eli Thomsen er nýggjur stjóri
Faroe Marine Products hevur gjørt stórar íløgur, og hevði nú tørv á nýggjum kapitali. Tí hevur Varðin samtakið í Gøtu sett 10 milliónir krónur í felagið.
Tað hevur við sær, at Varðin nú eigur 86 prosent av felagnum, og Eirikur á Húsamørk 14 prosent. Áður átti Varðin 50 prosent í Faroe Marine Products, men hevur nú keypt 36 prosent afturat.
(Mynd: Varðin)
Eirikur á Húsamørk hevur verið stjóri, men hann gevst nú, og fer í nevndina í staðin. Nýggjur stjóri í felagnum er Jákup Eli Thomsen, sum áður hevur verið rakstrarleiðari hjá Faroe Origin.
Niels Winther Poulsen og Hallgerð á Húsamørk eru farin úr nevndini.
Nevndin er mannað við Bergi Poulsen sum nevndarformanni, Eiriki á Húsamørk, Dávid Jacobsen og Boga Jacobsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2023
Framherji og Lind Invest hava selt sínar ognarlutir í børsskrásetta bankanum
Stórt tal av partabrøvum í Bank Nordik hava skift eigara hesa seinastu tíðina framgongur av fráboðanum frá børsskrásetta føroyska bankanum.
Bankin boðaði mánadagin keypsskálunum frá, at Spf. Framherji í Fuglafirði, sum herfyri framdi eitt ættarliðsskifti, pr. 29. juni ikki longur eigur partabrøv í bankanum. Samstundis er ein fráboðan um, at íslendska íløgufelagagið Kaldbakur ehf. í Akureyri nú eigur tey 486.955 partabrøvini, svarandi til 5,07 prosent av partabrøvunum í Bank Nordik.
Kaldbakur ehf. er dótturfelag hjá stóra íslendska reiðarínum, Samherja, ið júst hevur selt sín ognarpart í Spf. Framherja. Nevndarformaður í Kaldbaki ehf. er Þorsteinn Már Baldvinsson.
Samstundis boðaði bankin frá, at danska íløgufelagið Lind Invest Aps. í Aarhus pr. 30. juni ikki longur er millum stóreigararnar í Bank Nordik.
Samstundis varð boðað frá, at felagið Ruth Holding Aps. í Hirtshals, nú eigur 1.022.390 partabrøv í bankanum, svarandi til 10,65 prosent av øllum partabrøvunum. Hetta er sami ognarlutur, sum Lind Invest átti.
Stjóri, stovnari og eigari í Ruth Holding ApS er kvívíkingurin Gullak Madsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2023
Paul Watson við skipinum John Paul de Joria sleppur ikki í føroyskt sjóøki. Hetta hevur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkismálum tikið avgerð um
Tað verður trupult hjá Paul Watson og hansara fólki at órógva grindarakstur í Føroyum í summar. Í øllum førum á tann hátt sum tey ætla.
Tí landsstýrismaðurin við uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, tók hósdagin avgerð um at seta skipinum John Paul de Joria forboð fyri at koma inn í ytra sjóumveldi Føroya, t.e. ikki er loyvt at koma innum 12 fjórðinga markið frá føroysku grundlinjuni.
Avgerðin er tikin í heimild í kunngerð um sigling í sjóøkinum, ið heimilar landsstýrismanninum at seta ávísum skipum undir útlendskum flaggi forboð at koma í ytra sjóumveldið, um persónur, felag ella felagsskapur, sum skipið er knýtt at, hevur sett fram hóttanir um at fremja brot á føroyska lóggávu, ella gera seg inn á lógligt virksemi í føroyskum sjóumveldi.
Forboðið verður sett, tí umboð fyri manningina á skipinum hevur alment boðað frá, at ætlanin við ferðini til Føroyar er at fremja átøk, ið m.a. gera seg inn á grindarakstur, sum ikki kann metast sum meinaleys gjøgnumsigling.
Skipið John Paul de Joria er skrásett í Jamaika. Sjóvinnustýrið hevur boðað avvarðandi myndugleikum í Jamaika frá um forboðið.
Landsstýrismaðurin hevur umrøtt avgerðina við landsstýrismannin við fiskivinnumálum, Dennis Holm, ið varðar av hvalamálum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2023
Team Rynkeby Føroyar byrjaði í Klaksvík hósmorgunin, og um eina viku verður endað franska høvuðsstaðnum
Team Rynkeby fór hósdagin undir stóra túrin, sum endar í Paris 15. juli.
Áðrenn farið varð umborð á Norrønu hóskvøldið, var byrjað við morgunmati hjá Leif Mohr í Havn og á Hotel Runavík í Runavík.
Allar súkklurnar vórðu fraktaðar norður til Klaksvíkar har súkklutúrurin byrjaði.
Børn í Drotning Margrethu barnagarðinum í Klaksvík og átta vinkonur handaðu Trygva Kallsoy, liðskipara, kekk fyri sínar innsavnanir. Børn í Blákolluni skipaðu fyri myndasølu í Smæruni. Børn í barnagarðinum á Svangaskarði handaðu eisini kekk fyri innsavnanina, sum tey hava skipað fyri.
- Vit eru fantastiska takksom fyri, at børn læra hjálpa og geva øðrum børnum, sum ikki hava tað so gott. Eisini ein serlig tøkk til politiið fyri at fylgja okkum á motorsúkklu allan dagin og gera okkara túr tryggari, skrivar Team Rynkeby Føroyar á Facebook.
Endað var á Vaglinum við móttøku og teimum seinastu orðunum áðrenn farið varð umborð á Norrønu. Leygardagin koma rynkurnar til Hirtshals, og har frá verður súkklað gjøgnum Evropa og suður til franska høvuðsstaðin, París.
- Tað gleðir og rørir okkum djúpt, at øll leggja so nógva orku í senda okkum so væl avstað, og at so nógv fólk møta upp at heilsa uppá okkum, tí tað hava veruliga verið nógv fólk alla staðni. Túsund takk fyri, øll somul.
- Nú gleða vit okkum til spennandi túrin gjøgnum Europa og fara at njóta hvørja løtu hesar dagarnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2023
Ein plastikkdúkur hevur verið rundan um Nólsoyarstovu seinasta árið
Sermerkti bygningurin á Eystaru Vág í Havn var farin í órøkt, men í 2020 varð farið undir at umvæla.
Í eitt ár ella so hevur Nólsoyarstova verið undir einum plastdúki, meðan umvælt hevur verið. Hósdagin varð dúkurin tikin av og stásiligur bygningur er nú komin fram í ljósið.
"Knud Lambaa" plagdi at standa við gyltum stavum á rimagarðinum uppi á takinum.
Hjúnini Anna Maria og Jógvan Hans Østerø eiga Nólsoyarstovu. Íbúðir skulu vera í teimum trimum hæddunum í bygninginum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2023
Í august mánað verður “Rescue LÍV” sigldur til Svøríkis, har umvælingin og uppstigingin fer fram. Gongur sum ætlað, verður farið aftur eftir bátinum í mai mánað komandi ár
Í sambandi við, at bjargingarbáturin “Rescue LÍV” skal høvuðsumvælast og uppstigast í næstum, hevur nevndin í danska grunninum Den A.P. Møllerske Støttefond játtað at stuðla verkætlanini við trimum milliónum krónum.
- Vit í Havnar Bjargingarfelag, sum reka “Rescue LÍV”, eru grunninum sera takksom fyri henda stórfingna stuðulin til sjálvbodnu sjóbjargingina í Føroyum, verður sagt í tíðindaskrivi.
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Samlaði kostnaðurin av uppstiganini er mettur at verða á leið 11 milliónir krónur, so stuðulin frá Den A.P. Møllerske Støttefond hevur stóran týdning fyri, at verkætlanin verður veruleiki.
Meginparturin av írestandi upphæddini upp til tær 11 milliónirnar hava Føroya Landsstýrið og Tórshavnar Kommuna áður veitt, soleiðis at samlaða verkætlanin nú kann fremjast.
Í august verður “Rescue LÍV” sigldur til Svøríkis, har umvælingin og uppstigingin fer fram. Gongur sum ætlað, verður farið aftur eftir bátinum í mai mánað komandi ár.
Meðan Rescue LÍV er í Svøríki, hevur Norðoya Bjargingarfelag lánt Havnar Bjargingarfelag bjargingarbátin “Arun”, sum er gamli “Ziska”.
Havnar Bjargingarfelag var stovnað í 1957 eftir, at íslendski trolarin “Goðafoss” fór á land á Flesjunum í ringum veðri 2. januar 1957. Felagið hevur sostatt 66 ár á baki og hevur neyvan nakrantíð verið so virkið, sum tað er í dag. Felagið varðar av rakstrinum av “Rescue LÍV”, har oman fyri 30 fólk eru knýtt at bátinum. “Rescue LÍV” hevur í miðal 30 til 40 útkall um árið, og røkir mest sum burturav allan sjúkraflutning millum Nólsoynna og Havnina umframt at boð eisini eru eftir bátinum, tá øðrum bátum tørvar hjálp.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2023
Eftir ætlan fara næmingar í fólkaskúlanum í vetrarfrí í februar 2025 – ætlanin er, at frívikan skal takast av summarfrítíðini, so at hon verður stytt niður í sjey vikur, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum
Eftir ætlan verður vetrarfrítíð sett í gildið frá skúlaárinum 2024-25, og tískil kunnu næmingar í fólkaskúlanum, foreldur og onnur avvarðandi vænta, at fyrsta vetrarfrítíðin verður í viku sjey á vetri 2025.
Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum í svari til fyrispurning hjá Eiriki í Jákupsstovu og Liljuni Weihe, tingfólk fyri Tjóðveldi.
Ætlanin er, at frívikan á vetri skal takast av summarfrítíðini hjá næmingunum, soleiðis at summarfrítíðin frameftir verður stytt niður í sjey vikur.
– Hetta kann gerast á tann hátt, at næmingarnir koma í skúla eina viku fyrr í august, enn teir gera í dag, ella við at summarfrítíðin verður stytt partvíst í juni og august. Áðrenn avgerð verður tikin um hetta, verða allir avvarðandi partar hoyrdir, sigur landsstýrismaðurin.
Djóni Nolsøe Joensen metir, at tað fer at koma væl við hjá næmingum í fólkaskúlanum, at teir fáa ein viku vetrarfrí.
– Veturin og tíðin frá jólum til páskir kann tykjast heldur long, drúgv, myrk og møðandi. Eg vænti og vóni, at næmingarnir við eini fríviku í februar koma at hava meira orku, ídni og áhaldni til at læra og fylgja undirvísingini um veturin, sigur hann.
– Harumframt eru tað børn, sum hava foreldur í hvør sínum landi, og við hesi broyting verður tað ein fyrimunur at hava ein steðg í skúlagongdini í eina viku í februar, soleiðis at tey børnini fáa høvi at vitja síni foreldur, sum búgva uttanlands, í friði og náðum uttan at noyðast at hava fráveru frá skúlanum.
Landsstýrismaðurin leggur afturat, at summarfrítíðin hjá næmingunum í dag er heldur long.
– Hetta er eitt heldur langt tíðarskeið at vera burtur frá skúlanum, eins og nógvar familjur hava avbjóðingar við at halda summarfrítíðina saman, tí flestu foreldur hava 5-6 vikur av frítíð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2023
Rógvi Egilstoft hevur boðað frá, at hann kemur ikki aftur í borgarstjórasessin, og tí heldur Annsy Høghamar fram í sessinum valskeiðið út
Í farnu viku varð boðað frá, at Rógvi Egilstoft, sum hevur verið í barsilsfarloyvi síðan 1. februar, ikki kemur aftur í borgarstjórasessin.
Meðan Rógvi Egilstoft hevur verið í barsilsfarloyvi, hevur Annsy Høghamar verið virkandi borgarstjóri, og á bygdaráðsfundi í dag varð einmælt samtykt, at verandi bygdarráð heldur fram við Annsy Høghamar sum borgarstjóra.
Rógvi Egilstoft hevur longt farloyvið til 1. desember í 2024, og tí heldur Annsy Høghamar fram í sessinum valskeiðið út, skrivar Eiðis kommuna.
Í bygdaráðnum eru: Annsy Høghamar, borgarstjóri, Tonny S. Kruse, varaborgarstjóri, Tummas Súni Joensen, Kristian Martin Juul, Tove Kruse Sørensen, Fríða Jóinsdóttir Joensen og Rógvi Egilstoft.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2023
Gevst sum sóknarprestur í Euðurstreymoyar eystara prestagjaldi eftir 15 ár í embætinum
Tað verður Ann Hermansdóttir, sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, sum fær nýggja starvið sum studentaprestur miðnámsskúlum og yrkisskúlum kring landið.
Stiftsstjórnin søkti í farna mánaði eftir presti at “virka millum teirra, sum eru undir útbúgving á miðnámi ella hægri støði í Føroyum”, og í vikuni boðaði Ann Hermansdóttir frá á Facebook, at hon hevur fingið starvið, og harvið gevst sum sóknarprestur við Havnar og Nólsoyar kirkjum.
- Eftir 15 ár sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi takki eg fyri meg og byrji pr. 1. august í einum dreymastarvi sum studentaprestur á Glasi, Kambsdali og í Suðuroy. Eri so takksom fyri tey fantastisku menniskju, sum eg eri komin í samband við sum prestur í Havn og Nólsoy. Og eg taki í eyðmjúkleika og takksemi við nýggja kallinum. Guð er hin sami - góður og trúfastur og eg gleði meg til at vísa teimum lesandi á Hansara stóra og óbroytandi kærleika, skrivar Ann Hermansdóttir í uppslagnum á Facebookvanga sínum.
Um uppgávurnar hjá nýsetta studentaprestinum stendur í starvslýsingini, at prestur í høvuðsheitum skal bjóða teimum samrøður um tilveruspurningar, veita sálarrøkt og skipa fyri bólkasamrøðum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2023
Nýggi verksmiðjutrolarin hjá havnarmonnum er komin til Hirtshals. Hósdagin í næstu viku kemur Emerald eftir ætlan á Havnina á fyrsta sinni
Nýggi verksmiðjutrolarin Emerald hjá felagnum Havborg í Havn kom fríggjadagin seinnapartin til Hirtshals.
Nú skal útgerð takast umborð áðrenn kósin verður sett móti Føroyum. Eftir ætlan kemur Emerald á Havnina hósdagin í næstu viku.
Emerald er við sínum 88 metrum í longd, og omanfyri 18 metrum í breidd, ein tann størsti trolarin av sínum slag her um okkara leiðir.
Sí myndirnar, sum Preben Andersen tók í Hirtshals:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2023
Partrolararnir Stelkur og Bakur hava havt ein góðan túr. Tað er eisini hugaligt at upsaprísurin hevur verið góður seinastu tíðina
Partrolararnir, Stelkur og Bakur, landaðu til Faroe Origin í Runavík hósmorgunin. Árið hevur verið brúkiligt, bæði tá tað ræður um fiskiskap og fiskaprís.
- Ja, vit mugu siga, at túrurin varð góður. Vit hava knapt 500 kør í eina viku, og av teimum 500 kørunum, vóru 120 av toski og øðrum enn upsa, sum vanliga hevur betri prís enn upsin. Síðstu tíðina hevur upsaprísurin eisini verið góður, so tað er hugaligt, sigur skiparin á Stelki, Ólavur Jacobsen.
- Vit royndu vestanfyri, og hóast fiskiskapurin hevur verið brúkiligur, so er tað trupult at fáa fleiri góð hál í sama staði, sum hendir, tá tað er nógvur fiskur at fáa, sigur hann.
- Eg haldi, tað sær dámligt út við æti og lívi annars í sjónum. Vit síggja kanska ikki nógvan svartfugl úti á fiskileiðunum, men inn móti oyggjunum og millum oyggjarnar hevur verið nógvur fuglur at sæð, og tað er dámligt, sigur Ólavur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2023
Havstovan kann stafesta, at alguvøkstur er í sjónum her um leiðir. Nýtt alguslag hevur nú yvirvág
Hevur tú seinastu dagarnar lagt merki til, at nógv skúm hevur verið at síggja á sjónum og undrast yvir hvat tað man vera? Orsøkin er sannlíkt algur av slagnum Phaeocystis pouchetti.
Á Havstovuni kanna tey hvørja viku ymsar parametrar, sum eru tengdir at alguvøkstri í sjónum. Síðstu tíðina hava tey arbeitt við einum nýggjum mátihátti, sum er ein sjálvvirkin greining av myndum av algum (eitt sonevnt flowcam tól). Hetta ger tað møguligt at kanna hvørji algusløg eru í sjónum longu fáar minuttir eftir, at royndin er komin á Havstovuna.
Nøgdin av Chlorophyll, sum er eitt mát fyri samlaðu nøgdina av algum í sjónum, er hækkað síðstu vikurnar, og tað bendir á eina uppblóming av algum á landgrunninum.
Myndagreiningin hevur víst, at seinastu tvær vikurnar eru nøgdirnar av Phaeocystis pouchetti hækkaðar nógv, soleiðis at hetta alguslagið nú hevur yvirvág í algusamansetingini
Einstøku Phaeocystis pouchetti algurnar eru smáar (0,01mm), men undir ávísum umstøðum skipa tær seg soleiðis, at tær saman blíva til stórar slímutar klumpar. Hetta gera tær fyri at forða fyri, at tær verða etnar av smáum djóraæti, og tað loyvir teimum samstundis at gerast sera talríkar.
Tá slímutu klumparnir detta sundur, gevur tað skúm, sum samlast á vatnskorpuni. Sjálvt skúmið er ikki eitrandi, men Phaeocystis algur eru bólkaðar sum órógvandi algur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2023
Tær allarflestu eru til bachelorútbúgving. 99 vilja byrja at lesa sjúkrarøktarfrøði, og løgfrøði-útbúgvingin er eisini væl umtókt
- Lestrarskrivstovan á Fróðskaparsetri Føroya er nú liðug við at telja umsóknirnar, sum eru komnar um lestrarpláss í 2023. Samlaða umsóknartalið er 389, og 340 av teimum hava søkt um bachelorútbúgving, 48 um masterútbúgving og ein um hjánám.
Soleiðis ger heimasíðan hjá Setrinum upp, nú allar úmsóknir eru komnar inn og bólkaðar. Skjótt fara fólk, ið ynskja at vera lesandi á Fróðskaparsetur Føroya, at fáa svar uppá sína umsókn.
Tað er heldur trongligt á best umtóktu útbúgvinini. Sløk 100 - 99 - hava í ár søkt inn á sjúkrarøktarfrøði útbúgvingina. Í fjør var fyrstu ferð, at Setrið tók nýggjar nælmingar inn til hesa útbúgving bæði á vetri og sumri. Eins og við samlaða talinum av umsóknum, so hava trý færri søkt inn hesa ferð
Bachelorútbúgvingin í løgfrøði var á fyrsta sinni boðin út í 2019. Tá komu 49 umsóknir inn, tíggju færri komu tvey ár seinni, og í nú í 2023 hevur Setrið fingið 58 umsóknir til løgfrøði. Hendan útbúgvingin verður bjóðað út annaðhvørt ár.
Annars eru væl færri umsóknir til til dømis at lesa føroyskt, til fólkaskúlalærara og til námsfrøðing enn undanfarin ár.
Fróðskaparsetur Føroya bjóðaði hesa ferð nýggja masterútbúgving út í dátuvísindum í ár, og har komu 16 umsóknir inn.
- Lestrarskrivstovan viðger nú umsóknirnar, og allir umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi mánadagin 10. juli.
Niðanfyri sæst býtið av umsóknum til tær ymisku útbúgvingarnar:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2023
Ritgerðin er um ein hálvleiðara-lasara í nýggjum skapi, sum kann justera bylgjulongd. Slíkir lasarar verða brúktir til eitt slag av 3D-myndatøkni, sum m.a. verður brúkt av eygnalæknum at avmynda eygað
Týsdagin 27. juni vardi Arnhold Simonsen ph.d.-ritgerð sína á DTU Electro.
Ritgerðin er um ein hálvleiðara-lasara í nýggjum skapi, sum kann justera bylgjulongd. Slíkir lasarar verða brúktir til eitt slag av 3D-myndatøkni, sum kallast ”optical coherence tomography”. Hendan tøkni verður millum annað nýtt av eygnalæknum at avmynda eygað. Tann framleiddi lasarin kann taka metskjótar myndir, so til ber at fáa miðal av myndunum. Hetta ger endaligu myndina klárari, so læknar lættari kunnu greina sjúklingar.
Heitið á ritgerðini er: "Bidirectional electrostatic tunable MEMS VCSELs"
Kresten Yvind, professari á DTU Electro var høvuðsvegleiðari, meðan Ole Hansen, professari emeritus á DTU Nanolab, og Gyeong Cheol Park, seniorgranskari, vóru hjávegleiðarar.
Í metingarnevndini vóru: Andrei Laurynenka, lektari á DTU Electro; Pierluigi Debernardi, seniorgranskari á Politecnico di Torino, Itala; og Dan Birkedal, ph.d. og CTO hjá Alight Technologies ApS, Danmark.
Elizaveta Semenova, lektari á DTU Electro leiddi verjuna, sum gekk sera væl.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2023
Hetta er á sama støði sum í 2021
Ársúrslitið hjá Effo samtakinum fyri 2022, sum var 39,4 milliónir krónur var á sama støði sum í 2021.
Men um hugt verður nærri eftir rakstrarlønseminum, so er var rakstrarlønsemið munandi verri í 2022. Eitt nú sæst, at ársúrslitið var bert 2,3 prosent av nettoumsetninginum í 2022 í mun 4,1 prosent í 2021. Hetta kemst av at sølan øktist munandi meira enn ársúrslitið.
Sølan hjá Effo samtakinum øktist munandi í 2022. Samlaða sølan í 2022 var 1.709 milliónir krónur, sum er heilar 742 milliónir ella 77 prosent hægri enn í 2021.
Orsøkin til stóra vøksturin er sambært ársfrágreiningina hjá Effo orsaka av týðandi hendingum, so sum hækkandi oljuprísur í árinum, hækkandi dollara kursur, umframt at sølan av brennievni í Føroyum hevði eina lítla hækking, harav sølan til skip hevði tann størsta vøksturin.
Bruttovinningurin hjá Effo vaks úr 144,2 milliónum krónur í 2021 til 154,5 milliónir krónur í 2022. Vøksturin var 7 prosent.
Ebitda í 2022 var 72,2 milliónir krónur í mun til 70,4 milliónir í 2021. Vøksturin í ebitda var 2,5 prosent.
Áv ársúrslitinum áðrenn skatt rindar Effo 11,6 milliónir krónur í partafelagsskatti fyri 2022.
Ársúrslitið fyri 2022 gjørdist eitt avlop á 39,4 milliónir krónur sammett við 39,6 milliónir í 2021.
Aðalfundurin samtykti at rinda partaeigarunum 29 milliónir krónur í vinningsbýti.
Fíggjarjavnin hjá Effo samtakinum javnvigaði í 2022 við 441,8 milliónum krónum, sum er 75 milliónir meira enn árið fyri.
Støðisogn var í alt 163,1 milliónir krónur við árslok 2022 sammett við 176,4 milliónir í 2021. Ogn í umferð er hinvegin økt úr 366,3 milliónum í 2021 til 441,8 milliónir krónur í 2022.
Samlaða skuldin hja Effo øktist úr 222,5 milliónum krónum í 2021 til 286,1 milliónir í 2022, sum svarar til eina øking á 63,5 milliónir. Langfreiðstaða skuldin minkaði úr 43,6 milliónum í 2021 til 39,8 milliónir krónur í 2022 meðan stuttfreistaða skuldin øktist úr 178,9 til 246,3 milliónir krónur sama tíðarskeiði.
Eginpeningurin hjá Effo er í 2022 komin uppá á 150,5 milliónir krónur íroknað tær 29 milliónirnar, sum vóru avsettar til vinningsbýti.
Trygdarevnið, sum er er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur, var 34 prosent í 2022, sammett við 39 prosent í 2021.
Gjaldførið hjá Effo, um hugt verður eftir gjaldførislutfallinum, er økt úr 106 prosentum í 2021 til 111 prosent í 2022. Tøkur peningur við ársenda 2022 var 33 milliónir krónur.
Ognaravkastið, sum sigur hvussu rakstrarlønsemið hevur verið í mun til samlaða fíggjarjavnað, fall úr 14 prosentum í 2021 til 12 prosent í 2022. Avkastið er rímuliga gott, men er væl lægri enn tað var í 2019 og 2020.
Eginpeningsavkastið, sum vísir hvat úrslitið hevur givið eigarunum í avkastið á eginpeninginum, er fallið úr 39 prosentum í 2021 til 34 prosent í 2022. Talan er tí um eitt gott avkast.
Effo upplýsir í roknskapinum, at talið av starvsfólkum í 2022 var í alt 99 ársverk.
Samanumtikið er talan um eitt gott úrslit sum Effo hevur lagt fram fyri 2022. Tó má staðfestast at rakstrarlønsemið í 2022 orsaka av nógv øktu søluni er væl lægri samanborið við 2021, serliga tí at Effo ikki hevur vunnið líka nógvan pening lutfallsliga í mun til søluna sum undanfarnu árini.
Stjóri í Pf. Effo er Gunnar Nielsen. Nevndarformaður er Janus Thomsen.
Í roknskapinum verður upplýst, at Pf. Tjaldur og Kolan Aps, Hirtshals hava avgerðandi ávirkan á Pf. Effo. Hetta merkir at teir samanlagt eiga meira enn 50 prosent.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2023
Væntaninar hjá húsarhaldunum er nærum óbroytt í mun til seinastu kanning av treystitalinum
Konjunkturbarometrið fellur og er munandi lægri sammett við seinastu kanningarnar undan hesari, skrivar Hagstovan. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir viðvíkjandi metingum um støðu og útlit hjá vinnuni og húsarhaldunum. Tað er serliga í tilfeingis- og ídnaðarvinnuni umframt handilsvinnuni, at minni bjartskygni er at hóma.
Støðan hjá húsarhaldunum er mest sum óbroytt.
Treystitalið er nú -6, sum er væl niðanfyri langtíðar miðal á 17. Tað er serliga treystið í tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, tað er í høvuðsheitum fiski- og alivinnan, ið minkar. Ávísin fyri handilsvinnuna og byggivinnuna minkar eisini lutfalsliga nógv, meðan ávísin tænasturvinnurnar bert fellur eitt vet. Fyri húsarhaldini er ávísin á mest sum sama stigi.
Spurnakanningar til húsarhaldini og fýra vinnubólkar eru grundarlagið at gera upp konjunkturbarometrið.
Kvinkað eitt sindur upp
Brúkaravæntanirnar eru næstan á sama stigið í hesi kanningini, sum í kanningini í januar í ár. Vísitalið fyri brúkaravæntanirnar er 1 og er sostatt kvinkað eitt sindur upp síðani seinastu uppgerð, tá vísitalið vísti 0.
Betraðu væntanirnar hjá húsarhaldunum stava frá framgongdini í metingini hjá húsarhaldunum um fíggjarligu støðuna hjá húsarhaldinum um eitt ár sammett við í dag. Eisini meta húsarhaldini búskaparstøðuna í Føroyum um eitt ár sammett við í dag at vera heldur frægari, men tó undir langtíðar miðalinum.
Tá prísirnir hækka, tykjast húsarhaldini at halda, at tað ikki loysir seg at gera størri keyp. Til spurningin um húsarhaldini meta tað verða røttu løtuna at gera størri keyp av t.d. húsbúnaði og eltólum, so eru tó eitt sindur færri hesaferð, ið ikki meta tað verða røttu løtuna. Nettotalið liggur framvegis væl undir langtíðar miðalinum.
Húsarhaldini meta tað sjáldan vera røttu løtuna til húsakeyp. Tað sama er galdandi fyri bilakeyp. Brúkararnir vænta tó, at prísirnir fara at hækka spakuligari um eitt ár, enn teir hava gjørt seinasta árið.
Handilsvinnan rakt av príshækkingum
Hóast prísvøksturin er minkaður, er hann framvegis høgur, og tað sæst aftur á søluni.
Smásøluvísitalið fyri fyrsta ársfjórðing 2023 vísir, at eitt nú at selda nøgdin av klædnavørum og fótbúnaði lækkaði heili 14 prosent.
Ávísin fyri handilsvinnuna er -12 sammett við 2 í kanningi í januar 2023. Hesin vinnubólkurin er í stóran mun veitari av vørum til innlendska marknaðin og húsarhaldsnýtslu. Av tí at húsarhaldini hava tykist at verið meira afturhaldin vegna stóra prísvøksturin seinasta árið og selda nøgdin er minkað, er handilsvinnan ikki nøgd við gongdina.
Handilsvinnan metir tó gongdina í komandi árið fara at verða frægari, enn tey mettu til kanning undan hesari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2023
Endamálið er at fáa innlit í núverandi ferðafólkastreym, og hvussu talið av gongufólkum sveiggjar gjøgnum ár og árstíðir. Hetta er nakað nýtt í Føroyum
Í londunum kring okkum vita tey til dømis, at oman fyri 130.000 fólk árliga vitja Ben Nevis, hægsta fjallið í Skotlandi, og at 82.500 fólk gingu til serliga náttúrufyribrigdi Trolltunga í Noregi í 2022.
Her í Føroyum noyðast vit mestsum bara at fyrihalda okkum til metingar og gitingar. Tí verður tað áhugavert at fáa ítøkilig hagtøl um, hvussu nógv ferðafólk vitja nøkur av okkara mest umtóktu náttúruferðamálum.
Tøkniliga framkomnir teljarar eru nú settir upp við fýra væl umtókt ferðamál kring landið. Endamálið er at fáa innlit í núverandi ferðafólkastreym, og hvussu talið av gongufólkum sveiggjar gjøgnum ár og árstíðir.
Á veg niðan á Klakk í Klaksvík
Tórshavn - Kirkjubø
Tað er menningardeildin hjá Visit Faroe Islands, sum hevur bílagt teir fýra teljararnar, og í fyrstu atløgu eru teir settir upp við bygdagøtuna millum Havn og Kirkjubø, og á veg til Hvannhaga, Klakk og Slættaratind. Hesir eru bílagdir í sambandi við árliga Closed for Maintenance-átakið í vár og settir upp í samstarvi við Klaksvíkar og Tvøroyrar kommunu.
Teljarin skrásetur, tá ein gongur millum steyrarnar, og mátar eisini tíðina á degnum, tá ið gingið verður. Ætlanin er at tulka tølini saman við veðurupplýsingum, soleiðis at vit betri skilja sambandið millum veðrið, árstíðir og ferðavinnu. At fáa eitt betri innlit í núverandi støðu og rák framyvir kann hjálpa okkum at menna ferðavinnu meira skynsamt og í tráð við umhvørvisvernd og ynskjum frá borgarum og vinnu.
Visit Faroe Islands fer at kunngera tølini í heyst, tá ið hægsta ferðatíðin er av.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2023
Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á landgrunninum og Føroyabanka í juni
Úrslitini frá landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli var yvir miðal í mun til onnur ár hóast hetta var ymiskt fyri tey ymsu fiskasløgini.
Nøgdin á toskayngli var yvir miðal, fyri hýsu tað størsta talið nakrantíð, fyri nebbasild um miðal og fyri hvítingsbróður undir miðal.
Støddin á ynglinum var áleið tann sama sum í fjør, tó undir miðal fyri øll fiskasløgini, tá hugt var at øllum tíðarskeiðnum frá 1983 til 2021.
Vanliga er nøgdin á fiskayngli á Føroyabanka nógv minni enn á landgrunninum. Nøgdin á toskayngli var av teimum størstu í mun til onnur ár, meðan nøgdin á hýsuyngli og nebbasildayngli var undir miðal. Støddin á ynglinum var undir miðal fyri bæði tosk, hýsu og nebbasild.
Nógv ymisk fiskayngul vóru fyri fyrstu ferð skrásett á hesum túrinum, harímillum makrelyngul, gestfiskayngul og havállayngul, har øll vóru fingin á Føroyabanka og vestanfyri á landgunninum, tó uttan fyri sjóvarfalsfrontin.
Nøgdirar av plantuæti á landgrunninum vóru um miðal. Mest var norðanfyri og í landnyrðingspartinum.
Samlaði gróðurin av plantuæti á Landgrunninum higartil í ár var stutt yvir miðal.
Sum heild var lítið av djóraæti inni á landgrunninum. Meira var í syðra parti og enn norðanfyri. Samstundis var mest av yngli norðanfyri og sannlíkt er, at yngulin hevur etið so mikið av djórætinum har, at nøgdin er minkað.
Vit plaga at síggja eitt øvugt samband ímillum nøgdir av æti og yngli hesa árstíðina. Á Føroyabanka var sera lítið av djóraæti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2023
Net fer nú at grava kaðalveitir eftir vegunum og síðani leggja fipurkáplar í. Koparnetið verður harvið tikið úr brúk innan næstu mánaðirnar
Net fer nú at grava kaðalveitir eftir vegunum á Strondum - hetta til at leggja fipurkáplar í - og síðani verður fipurnet verður síðani lagt inn í øll hús á Strondum.
Hesum boðar Sjóvar kommuna frá á heimasíðu sínari.
- Fólk frá Net koma komandi mánaðirnar at spyrja í øllum húsum, hvar kaðalin skal leggjast inn í húsini.
Tá hetta arbeiði er liðugt, verður koparnetið, sum verður brúkt í dag, tikið úr brúki, og fipurnetið tekur yvir.
Í hesum sambandi verður heitt á tey, ið koyra framvið, um at vísa atlit til tey, sum gera arbeiði og at koyra varliga, skrivar sjovar.fo.
Tað verður mett, at arbeiði samanlagt kemur at taka nakrar mánaðir.
Á myndini her sæst, hvar grivið verður (Mynd: Sjóvar kommuna)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2023
20 fólk húsast á nýumvælda stovninum
Týsdagin var var móttøka á Eiragarði 16 í Havn, í sambandi við, at bygningurin er høvuðsumvældur. Hetta er partur av lógini um dagføring av vardum bústøðum, sum løgtingið samtykti í 2020.
Talan er um sambýli, har 20 fólk húsast, sum hava tørv á nógvum stuðli og røkt.
- Sum landsstýriskvinna fegnist eg stórliga um, at Eirargarður 16 er høvuðsumvældur. Hetta fer at styrkja um tilboðið og trivnaðin hjá húsfólkum og starvsfólkum, sum hava sína dagligu gongd á sambýlinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum.
Á Eirargarði 16 verður dentur lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim. Við støði í tí einstaka verður arbeitt við at menna førleikarnar hjá viðkomandi. Fólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn.
Landsverk hevur havt verkætlanarleiðsluna um hendi, og undir móttøkuni segði Sámal Ímundarson, verkætlanarleiðari, nøkur orð um tilgongdina og verkætlanina. Síðani framførdi Magni Christiansen nøkur løg, og øll fingu høvið til at ganga runt og hyggja eftir snøggu hølunum, skrivar Almannamálaráðið á netinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2023
Hetta er í samband við, at tað fríggjadagin júst eru 60 ár síðani, at Christianskirkjan varð vígd
Frríggjadagin 7. juli vóru júst 60 ár liðin, síðani Christianskirkjan varð vígd. 7. juli í 1963 var stórt danskt kongafylgi í Klaksvík og vígdi stóru kirkjuni mitt í býnum. Kirkjan er nevnd eftir Christiani kongi tíggjunda. Gamla kirkjan var stutt harfrá - beint við skúlan.
Eyðkenda kirkjan hevur nú staðið í 60 ár, og í sambandi við runda dagin verður skipað fyri einari hátíðargudstænastu sunnudagin, 9. juli. Hetta skrivar Christianskirkjan á sínari síðu.
- Marjun Lómaklett er prestur, kórið i Christianskirkjuni syngur, og Andras Sólstein fer at seta dám á sálmasangin við hornblástri. Talvan gongur fyri kirkjuna. Aftaná gudstænastuna eru øll vælkomin til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum, har Jògvan Ravnsfjall fer at greiða frá um kirkjuna.
Hátíðarguðstænastan nú sunnudagin byrjar klokkan 11.
Marjun Lómaklett, sóknarprestur, verður at hoyra sunnudagin. Her sæst hon frammanfyri serstøku altartalvuna í Christianskirkjuni
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2023
Nøvn eru longu kunngjørd á nýggja Norð festivalinum, sum verður á Viðareiði 26. august
Ein nýggjur festivalur hevur sæð dagsins ljós, og verður 26. august. Tað verður Norð Festivalurin, og hann verður hildin á Viðareiði.
- Arbeitt hevur verið við hesum í rúma tíð, og nú øll loyvir og viðurskifti eru komin uppá pláss, kunnu vit við vissu siga, at talan verður um ein feitan dag, ið er pakkaður við øllum tí feitasta undir stórsligum umstøðum á Viðareiði, siga fyriskipararnir.
- Talan verður um ein tónleikadag frá morgni til myrkurs, barnaland, kamping, tjalding, góðum mati og nógvum øðrum, verður lagt afturat.
Fyrstu nøvnini eru longu kunngjørd, og tað eru kend nøvn í føroyska tónleikaheiminum.
Higartil eru Tinganest, Marius DC og Magni Christiansen, Danny Baldursson og Grandma's Basement kunngjørd.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2023
Ágóðin av framsýningini fer óskerdur til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap
Árliga ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn er aftur í ár í Müllers Pakkhúsi í Havn, har bæði ólærd, sjálvlærd og onnur sýna fram síni listaverk. Sum altíð, er endamálið at savna saman pengar til eitt vælgerandi endamál.
Framsýningin letur upp í Müllers Pakkhúsi seinnapartin hósdagin 27. juli og heldur fram ólavsøkudag, ólavsøkuaftan og sunnudagin 30. juli. Hósdagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og sunnudagin er opið klokkan 16-20.
Longu nú ber til hjá áhugaðum framsýnarum at melda síni listaverk til framsýningina. Freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er fríggjadagin 21. juli, og listaverkini skulu latast inn í Müllers Pakkhúsi sunnudagin 23. juli millum klokkan 16 og 18. Óseldir málningar skulu heintast aftur sunnudagin 30. juli millum klokkan 20 og 21.
Ágóðin av framsýningini fer óskerdur til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2023
53-ára gamla donska songkvinnan er serliga kend fyri sangin "Saturday Night". Leygardagin 22. juli framførir Whigfield hendan og nógvar aðrar í Vágsbotni
Seinastu dagarnar hevur Tórsfest kunngjørt nógv nøvn til stóra festivaldagin leygardagin 22. juli.
Vegna arbeiði við Vaglið verður Tórsfest hesa ferð í Vágsbotni, og nú er greitt, at ein teimum ið skal framføra hesaferð er Sannie Charlotte Carlson. Danska songkvinnan, sangskrivarin og framleiðarin er betri kend sum Whigfield, og í nítiárinum hevði hon fleiri hitt.
Tað var serliga við "Saturday Night", at Whigfield gjørdi vart við seg. Lagið lá í 1994 ovast á hittlistunum í millum annað Bretlandi og øðrum evropeiskum londum. Tað sermerka var, at talan var um hennara fyrstu single.
Popputa og fríska lagið verður saman við øðrum at hoyra í føroyska høvuðsstaðnum 22. juli. "Another Day", "Sexy Eyes" og "Think of You" hava eisini ligið ovaliga á hittlistum kring heimin.
Whigfield hevur í hesari øldini búð nógv í Suðurevropa og hevur verið virkin á ymsan hátt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2023
- Best er at Bretland stendur saman sum ein eind, sigur talsmaður fyri bretska forsætisráðharran, nú orknoyingar viðgera uppskot um aðra stjórnarskipan fyri oyggjarnar
Tað kemur ikki upp á tal, at Orknoyggjar sleppa at loysa frá Bretlandi og knýta seg tættari at Noregi.
Tað sigur ein talsmaður hjá bretska forsætisráðharranum, Rishi Sunak, nú politiskt valda oyggjaráðið í Orknoyggjum týsdagin skuldi viðgera eitt uppskot um eina “alternativa stjórnarskipan” fyri oyggjarnar. Tað hevur verið upp á tal, at Orknoyggjarnar kunnu gerast sjálvstýrandi partur av Noregi.
Les eisini: Orknoyggjar skulu taka støðu til loysing
Orknoyggjar vóru partar av dansk-norska ríkinum í víkingaøld, men vórðu í 1472 latnar sum trygd í sambandi við at danska prinsessan Margreta varð gift við James III kongi í Skotlandi.
- Vit hava ongar ætlanir um at broyta okkara skipan, tí tað er best, um allir partar av Bretlandi standa saman sum ein eind, sigur talsmaðurin hjá forsætisráðharranum og vísir á, at Orknoyggjar fáa 50 milliónir pund árliga – tað eru góðar 430 milliónir krónur – sum verða brúktar til at varðveita vælferðina í oyggjunum, skrivar BBC.
BBC hevur eisini biðið norsku stjórnina um eina viðmerking til orknoysku ætlanirnar, men haðani er ongin viðmerking.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2023
Farna leygardag, 160 ár aftaná at trælahald formliga varð avtikið í Niðurlondum, bað kongurin um umbering
Laygardagin hátíðarhildu niðurlendingar, at tað eru 160 ár síðani, at trælahald varð avtikið í landinum, og í sambandi við hátíðarhaldið varð røða borin fram av niðurlendska konginum Willem Alexander.
160 ár eru liðin, síðani trælahaldið formliga varð avtikið í Niðurlondum, men flestu støðini vórðu trælirnir noyddir at halda áfram við arbeiðinum á ymisku plantasjunum í 10 ár afturat. Trælahald varð sostatt í veruleikanum avtikið fyri 150 árum síðani, og ymiskt er, um fólk siga tað vera 160 ella 150 ár síðani.
Í mong ár hava fólk bíðað eftir umbering frá hollendska statinum, og í dag kom hon endiliga frá konginum.
- Tað er satt, at eingin livandi í dag hevur persónliga skuld í trælahaldinum. Men tann hollendski staturin hevur eina ábyrgd av øgiligu pínuni, sum trælahaldið bar við sær, bæði fyri teimum, sum vóru trælir, men eisini eftirkomarum teirra. Soleiðis segði kongurin millum annað í røðuni.
Í fjør bað niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, um umbering fyri leiklut landsins í trælahandli og trælahaldi. Umberingin kom sum partur av eini størri frágreiðing um koloniala søgu í Vesturheiminum.
Serliga seinastu árini hevur verið varpað ljós á, at stór søvn, sum hýsa verkum hjá niðurlendsku listamonnunum Rembrandt og Vermeer, og søguligir niðurlendskir býir í stóran mun eru bygdir við miðlum, sum stava frá trælahaldi.
Gransking vísir, at forfedrar hjá Kongi Willem Alexander tjentu tað, sum svarar til fýra milliardir danskar krónur frá trælahaldi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2023
Verjusamgongan ynskir ein royndan leiðara so leingi Ukraina-kreppan herjar
Fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, boðaði mánadagin frá, at Nato-londini eru samd um, at hann heldur fram sum aðalskrivari í hernaðarsamgonguni fram til 1. oktober 2024.
Avgerðin byggir á, at verjusamgongan ynskir at hava ein royndan leiðara, nú tað framvegis er kríggj í Ukraina heldur enn at finna ein avloysa mitt undir eini kreppu, skrivar Reuters.
Stoltenberg gjørdist Nato-aðalskrivari í 2014 og avtalan við hann er longd fleiri ferðir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2023
Leon Gautier gjørdist 100 ára gamal
Tann seinasti fransmaðurin, sum var við undir sameindu innrásini í Normandínum á D-degnum í 1944, er nú deyður.
100 ára gamli Leon Gautier doyði mánadagin, upplýsa lokalir myndugleikar, sambært AFP tíðindastovuni.
Leon Gautier var partur av teimum 177 fransmonnunum, sum vóru við í innrásini hjá teimum sameindu.
Operation Overlord, sum umfatandi krígsátakið varð rópt, gjørdist eitt avgerandi umskifti undir øðrum heimsbardaga fram móti nasitýska tapinum í mai 1945.
D-dagurin var 6. juni 1944.
Franski forsetin hevur lýst Gautier og hansara felagar sum frælsishetjur.
- Vit fara ikki at gloyma hann, skrivar forsetin á Twitter.
Álopið á D-degnum var undir leiðslu av amerikanskum, bretskum og kanadiskum herdeildum. Men eisini Australia, Belgia, Niðurlond, Frakland, Grikkaland, Noreg og Poland vóru við – tó við nógv færri fólkum.
Umleið 18.000 fallskíggjahermenn vórðu sleptir niður yvir økið, meðan 130.000 mans vórðu settir í land sjóvegis. Talið á deyðum hjá teimum sameindu tann fyrsta dagin kom upp um 4.000.
Eftir kríggi gjørdist Leon Gautier sum frá leið ein stríðsmaður fyri friði.
- Fólk frá hinum partinum verða dripin – fólk, sum aldri hava gjørt tær nakað. Sum hava familjur og børn. Til hvørja nyttu?, segði hann í sambandi við 100 ára føðingardagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2023
Felagið er farið undir at kanna hvar ein oljugoymsla kann staðsetast í Føroyum
Fólkini aftan fyri nýggja oljufelagið meta, at tað er pláss fyri fleiri enn tveimum leikarum á oljumarknaðinum í Føroyum. Eisini eru eigararnir sannførdir um, at tað verður øllum samfelagnum til gagns við meiri kapping.
Felagið hevur fingið navnið Krafta. Nevndin er mannað við Árna Ellefsen, formanni, Jóhannu Lava Køtlum og Róa Kalsø sum nevndarlimum.
Rói Kalsø og Leif Hovgaard eru ávikavist stjóri og sølustjóri í Krafta. Báðir hava teir drúgvar royndir innan oljuvinnuna í Føroyum, har teir hava starvast í Magn samtakinum í samanlagt 27 ár.
Eigaraskarin er umframt Róa Kalsø og Leif Hovgaard. Smyril Line, JFK, Framherji og FARCOD. Krafta hevur ætlanir um at byggja eina oljugoymslu í Føroyum. Arbeitt verður í løtuni at finna ta røttu staðsetingina. Oljugoymslan, ið Krafta fer at lata byggja, verður eitt íkast til tilbúgvingina í Føroyum, havandi á huga, at oljugoymslurnar í Føroyum ikki eru nóg stórar sambært tilmælinum hjá International Energy Agency, IEA.
Krafta fer í fyrstu atløgu at leggja seg eftir at veita gassolju til skip í Føroyum og uttanlands. Í tíðarskeiðinum fram til, at oljugoymslan stendur klár, fer Krafta eitt nú undir oljumekling og ráðgeving til skip og virkir.
Rói Kalsø, fyrr stjóri á Demich, verður stjóri í Krafta
Leif Hovgaard, fyrrverandi sølustjóri hjá Magn, verður sølustjóri í Krafta
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2023
Meðalhitin hálvt stig hægri enn í fjør
Hitamátingar, sum verða gjørdar kring heimin, vísa, at ongantíð áður hevur hitin verið so høgur hesa árstíðina sum nú. Hitin er í meðal 17,23 stig ella eitt hálvt stig hægri enn somu tíð í fjør.
Høvuðsorsøkin til nógva hitan er sambært serfrøðingum, skrivar NRK, at havskorpan er vorðin heitari og her fyrst og fremst í Norðuratlantshavi eins og við Antarktis. Eisini Kyrrahavið er vorðið væl heitari seinastu árini og í løtuni orsakað av El Niño veðurfyribrigdinum.
Orsøkin til óvanliga nógva hitan kring heimin er mannaskapt sigur veðurlagsserfrøðingur við NRK. Hon stavar frá tí nógva CO2 útlátinum, sum m.a. stavar frá nýtsluni av olju, gassi og koli. Skal hetta broytast mugu vit minka um orkunýtsluna og serstakliga tá ræður um fossilu brennievnini sigur serfrøðingurin.
Avleiðingarnar av nógva hitanum eru ekstremt veður, bæði tá talan er um skógareldar og grimdarregn. Alt hetta hendir samtíðis ymsa staðni í heiminum. Væntandi fer støðan bara at versna, og fer árið í ár at vera mett sum eitt kalt ár í mun til, hvat komandi árini hava at bjóða.
- Fylgja vit tilmælunum frá veðurlagsgranskarum um at minka um orkunýtsluna og fara yvir til varandi orku, ber til at sleppa undan teimum ringastu ræðumyndunum, sum hava verið frammi serstakliga í fjør verður sagt.
Eisini aðalskrivarin í ST, Gutteres ávarar um, at taka vit okkum ikki um reiggj og broyta orkuvanarnar, tá fer hetta at gerast ein vanlukka fyri alla klótuna. Hann ber tó ótta fyri, at tað longu er ov seint at kunna forða fyri ringastu avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum.
Keldur: NRK, CNN, New York Times
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2023
Frá 1. juli ber til at søkja um stuðul til at burturbeina oljufýr
Treytin fyri at fáa stuðul til burturbeining av oljufýri er, at lagt verður um til elrikna hitapumpuskipan ella at bundið verður í fjarhitaskipan. Stuðulsupphæddin verður 6.000 krónur fyri hvørja burturbeinda oljufýring.
- Uppgávan at fremja grøna orkuskiftið og seta bindandi veðurlagsmál er ein tann týdningarmiklasta hjá samgonguni. Og nú taka vit enn eitt stig av mongum, við at stuðla niðurtøku av oljufýr. Eg vóni við hesum, at enn fleiri velja at leggja um til grønar hitaloysnir, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.
Umframt at vera enn ein fíggjarlig hjálp til grønu umleggingina, skal stuðulin fyribyrgja, at gamlar oljufýring vera seldar víðari og harvið seinka umleggingina til grønar orkuloysnir í síni heild.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2023
- saman við fyrrverandi stjóranum í Spirit Energy. Teir ætla at gera nýggja felagið til eitt tað fremsta av sjálvstøðugum feløgum og fara at raðfesta gass í syðra partinum av Norðsjónum
Graham Stewart, hálvur føroyingur og ein av oddamonnunum aftanfyri føroysku oljuleitingina fyrst í nullunum við Faroe Petroleum, hevur stovnað eitt nýtt orkufelag saman við oddamanni í bretsku oljuvinnuni, Chris Cox frá Spirit Energy.
Teir báðir hava stovnað gassfelagið Curium Resources, sum hevur sum mál at leita eftir og framleiða gass í syðra partinum av Norsjónum. Nýggja felagið skal vera eitt av fremstu orkufeløgunum á bretska landgrunninum.
Felagið sigur, at tað hevur funnið fram til áhugaverdar møguleikar í syðra partinum av Norðsjónum á bretskum øki. Umframt leiting og framleiðslu fer felagið eisini at leggja seg eftir at minka um útlátið eitt nú gjøgnum fangan og goymslu av CO2. Felagið fer at leggja seg eftir at brúka sonevnda innovativa tøkni í tess arbeiði.
Bæði Graham Stewart og Chris Cox eru kend andlit í bretsku oljuvinnuni. Tá norska oljufelagið DNO í 2019 keypti - tók yvir - Faroe Petroleum, stovnaðu Graham og restin av leiðsluni í Faroe Petroleum oljufelagið Longboast Energy. Har er Graham framvegis nevndarformaður. Longboat Energy hevur valt at arbeiða á norska landgrunninum og hevur verið partur av fleiri væleydnaðum boringum og er í løtuni við at gera eina samstarvsavtalu við japanska oljufelagið Japex. Feløgini síggja stórar møguleikar í Norra.
Longboat Energy hevur júst keypt upp tveir partar av stóru norsku oljuleiini Statfjord og verður tað fyrsta framleiðslan hjá felagnum, síðani tað varð stovnað nøkur ár herfyri.
Nú hevur Graham Stewart so tikið enn eitt stig víðari við at stovna Curium Resources, sum skal arbeiða á bretska landgrunninum. So ein kann siga, at hann við hesi avgerð nú hevur annað beinið á norska landgrunninum og hitt á tí bretska. Graham er kendur fyri at fóta sær og seta sær stór mál og í mongum førum at røkka teimum. Eitt nú rakk Faroe Petroleum fleiri góð úrslit í Norra við Graham á brúnni.
Chris Cox hevur arbeitt í oljuvinnuni seinastu 40 árini og fór frá sum stjóri í Spirit Energy í 2022. Áðrenn tað hevur hann eisini arbeitt hjá Hess, Chevron og BG. Eitt skifti stóð hann á odda fyri oljufelagnum Capricorn.
Cox sigur sambært Energy Voice, at endamálið hjá nýggja felagnum Curium er at gerast eitt sjálvstøðugt burðardygt bretskt gassmenningar- og framleiðslufelag, sum kann veita orku til húsarhald í Bretlandi á ein umhvørvisvinarligan hátt.
Kelda: Energy Voice
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2023
Norska stjórnin hevur lagt fram ein tiltakspakka, sum skal gera norska ídnaðin meira grønan
Farna fíggjadag legði norski vinnulívsráðharrin Jan Christian Vestre úr Arbeiðaraflokkinum fram ein pakka, sum fevnir um fleiri víðgongd tiltøk á grønu leiðini. Pakkin er eitt svar til tiltøk hjá amerikonsku stjórnini at skunda undir grøna orkuskiftið gjøgnum stuðul til fyritøkur, sum vilja gera grønar íløgur í USA, eisini nevndur “Inflation Reduction ACT (IRA).
Hetta stigið hjá Biden forseta hevur skapt stóra ónøgd í ES londum eins og í Noregi, tí tað kann hava við sær eina ójavna kapping, nú evropeiskar fyritøkur kunnu fáa almennan stuðul fyri at fremja teirra grønu loysnir í USA heldur enn í Evropa.
Millum norsku fyritøkurnar, sum koma at merkja ójøvnu kappingina, er ætlanin at byggja eina risastóra battarífyritøku í Mo í Rana. Amerikanska skipanin hevur fingið norskar fyritøkur sum Corvus og Freyr at krevja meira stuðul frá norsku stjórnini og hava annars hótt við at fara til USA við sínum íløgum orsakað av teirra stuðulsskipanum. Sama er galdandi fyri hydrogenfyritøkuna Hydrogenpro skrivar E24. Alt fyritøkur, sum hava ætlanir um at gera stórar nýggjar íløgur í grøna orkuskiftið.
Fyri at ganga hesum fyritøkunum og øðrum við á møti hevur norska stjórnin lagt fram eitt uppskot nevnt “Grønt industriløft”, sum skal taka kappingina upp við nýggja politikkin hjá Biden forseta. Hetta fer tó at leggja dent á aðrar og øðrvísi leiðir í framtíðar orkuídnaðarpolitikkinum.
Stjórnin leggur seg eftir at raðfesta nýggju øki innan grøna orkuskiftið. Hesi eru havvindur, hydrogen, battarí, maritima ídnaðin, CO2 handfaring, skógir og biobúskap og loksins sólorku og framleiðsluídnað. Uppskotið hjá stjórnini, sum fyrstu ferð varð lagt fram í fjør, er mett at kosta statinum 60 mia. kr., sum skulu seta ferð á grønu vinnuna.
Høvuðsendamálið við nýggju tiltøkunum hjá stjórnini er at skunda undir áhugan hjá privatum íleggjarum at gera íløgur í grøna orkuskiftið, har staturin eisini tekur lut við ávísari upphædd. Síðani uppskotið varð lagt fram í fjør eru útreiðslurnar til grønar orkuloysnir farnar til “himmals” skrivar E24 og hetta fevnir serstakliga um havvind og fangan og goymslu av CO2. Og hetta fyllir, sum vera man, nógv í grøna orkukjakinum í Noregi.
Tá vinnumálaráðharrin hevði tíðindafund fríggjadagin legði hann fram einstøku lutirnar í nýggja uppskotspakkanum, og lovaði hann m.a. at lata eina milliard krónur í stuðuli til stórar battaríverkætlanir. Slíkur stuðul skal vera klárur til fíggjarlógina í heyst.
Norsk vinna, sum ynskir at fylgja grønu bylgjuni í øðrum londum so sum Bretlandi, Týsklandi, Danmark og nú eisini USA, hevur leingi bíðað eftir einum útspæli frá stjórnini, eftir at amerikanska stjórnin í fjør samtykti eitt uppskot, sum skal kollvelta íløguhugin í grøna orkuskiftið - har staturin við at lata fyritøkum stuðul til grønar orkuloysnir gevur privatu fyritøkunum eina góða orsøk til at menna sítt virksemi í USA heldur enn aðrastaðni. Tað hevur so eisini fingið fyritøkur í Evropa at flyta sínar íløguætlanir á grøna økinum til USA fyri á tann hátt at vera partur av amerikanska stuðulspolitikkinum.
Norska stjórnin lovar við sínum nýggja tilskotspakka at vera við til at lánifíggja grønar verkætlanir longu frá byrjan út frá marknaðartreytum eisini nevnt “Grønt industriløft”.
Sambært E24 og NRK fer vinnumálaráðharrin at koma við einum lista yvir fyritøkur, sum skulu fáa sonevnd innovatiónstilskot. Hann vil tó ikki siga, hvørjar fyritøkur talan er um. Tvs. at norska skipanin verður øðrvísi enn tann amerikanska, sum letur beinleiðis stuðul til verktætlanir. Í Noregi fer man eftir grøngóðskufyritøkum, sum hava innovativar ætlanir og loysnir fyri at liva upp til grøna orkuskiftið.
Endamálið við hesum er at raðfesta tær fyritøkur við teimum bestu verkætlanunum, tær, sum hava víst hegni til nýhugsan á grøna orkuøkinum og sum kunnu menna slóðbrótandi tøkni sigur Vestre og vísir á, at effektivitetur stendur ovarliga í hesum ætlanunum.
Nýggja battaríverksmiðjan hjá Giga Arctic í Mo í Rana er eitt gott dømi um, hvørjar verkætlanir staturin helst fer inn og stuðlar, tí slík kann fáa grundleggjandi týdning fyri alt tað norska samfelagið og heimin fyri tað.
Higartil hava umboð fyri vinnuna sagt seg vera ónøgd við uppskotið frá stjórnini, tí tað røkkur ikki so langt sum tað í USA. Vestre ger tó greitt, at man ynskir at velja aðrar fíggingarloysnir enn tær í USA, sum geva fyritøkunum skattakredittir til tess at koma í gongd.
Vestre sigur bart út, at skattakredittir og framleiðslustuðul er ikki vegurin Norra skal ganga. Stjórnin hevur aðrar betri loysnir, sum hon fer at kunngera í sambandi við komandi fíggjarlóg. Hann sigur, at orkustórveldið í heiminum Norra, skal halda fram á somu leið sum higartil, nevniliga at vera tað landið í hekminum, sum er skjótast og best til at umleggja búskapin, til tann dagurin kemur, tá heimurin ikki longur eitur olja og gass.
- Eg haldi tað eru nógvar góðar orsøkir til, at vit kunnu fáa lønsemi í íløgur í grønar virðisketur í Noregi.
Ráðharrin vísir á, at talan má vera um at samskipa íløgurnar í tær bestu grønu orkuloysnirnar, og her eigur tað privata Norra at ganga undan - við stuðuli frá statinum so ella so. Hann sipar her til, at staturin hevur goldið 1 milliard krónur í tilskoti til battaríframleiðsluni, har tey privatu hava brúkt 17 milliardir.
Hann staðfestir, at tað er nógv, sum 5,5 milliónir íbúgvar í Noregi kunnu gera, men Noreg kann ikki átaka sær ábygdina av øllum heimsins grøna orkuskifti.
Vinnumálaráðið hevur gjørt eina útrokning, um Norra skal liva upp til grøna orkuskiftið í USA. Tað fer at kosta 5,5 milliardir krónur um árið komandi 10 árini. Og tað er munandi minni enn tað Noreg ger í dag. Í 2023 hevur staturin játtað 5,6 milliardir til Enova, 3,6 milliardir til langskip og tilsamans 2,5 milliardir til veðurlagstøkni og grønt orkuskifti.
Umboð fyri andstøðuna halda lítið um uppskotið frá stjórnini, tí fleiri nýggj arbeiðspláss síggjast ikki eiheldur virðisøking í Noregi ,verður sagt. Hetta er einki annað enn grønur retorikkur, uttan hald í veruleikanum siga andstøðuflokkar. Stjórnin hevur við sínum skattapolitikki í veruleikanum roynt at ræða íleggjarar burtur.
Nú skal stjórnin so til at samráðast við stuðulsflokkin SV, sum er avgerandi fyri meirilutan hjá minnilutastjórnini.
Hetta hendir um somu tíð, sum stjórnin hevur givið grønt ljós til 19 stórar útbyggingar í olju- og gassvinnuni, og har umhvørvisfelagsskapir eru farnir í rættin við norsku stjórnini fyri at steðga menningini av olju- og gassvirksemi. Líknandi sak hevur áður verið víst aftur av dómstólinum. Men saksøkararnir halda støðan er broytt so mikið við veðurlagsbroytingum, at rætturin eigur at kunna taka eina nýggja og øðrvísi støðu nú. Teir siga, at norski staturin hevur skyldu til við atliti at veðurlagi og umhvørvi at nokta nýggjum oljuøkjum.
Harafturat hevur staturin skyldu at kanna globalu veðurlagsávirkanina av nýggjum oljuøkjum, áðrenn tey verða góðkend.
Greenpeace og Natur og Ungdom siga, at norska stjórnin eigur at hugsa um komandi ættarlið í avgerðum, sum snúgva seg um at útvinna meira fossila orku.
Keldur: E24 og NRK
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2023
Grøni elbilframleiðarin Tesla setti aftur met í framleiðsluni av elbilum í øðrum ársfjórðingi í ár. Tá vórðu seldir 466.140 Tesla bilar, sum er methøgt sambært Reuters
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2023
Fær heiðurin m.a. fyri við ótroyttandi ágrýtni at hava greitt frá stórum og smáum innan føroyska ítrótt
Heri Árnason Simonsen, sum gjøgnum nógv ár hevur greitt frá ítrótti í útvarpsrásunum Rás2 og FM1 varð fríggjakvøldið heiðraður við gullnál ÍSF’s fyri at “hava gjørt eitt munagott arbeiði til frama fyri føroyska ítrótt”.
Tað var Jon Kjær, starvsnevndarlimur í ÍSF, sum handaði Hera Á. Simonsen gullnálina.
Jon Kjær er fyrrverandi forseti í altjóða oyggjaleikasambandinum, IIGA, og er tí eisini heiðurslimur í felagsskapinum. Hann var ein av stovnarunum av oyggjaleikunum, og var forseti í árunum 1989 til 1991.
Heri Simonsen hevur “dekkað” oyggjaleikir síðan 2009 í Álandi, men hann fekk ikki bara heiðurin fyri trúliga at hava fylgt tí, sum fer fram í oyggjaleikahøpi, men fyri eisini at hava víst áhuga fyri breiddarítrótt í sínum ítróttajournalistiska arbeiði, eitt nú við at vísa áhuga fyri menningararbeiðinum, sum fer fram innan ÍSF.
Handanin fór fram á hugnaligari samkomu á eini matstovu á Hermoynni, sum liggur einar 20 minuttir at sigla uttan fyri St. Peter Port, høvuðsbýnum á Guernsey.
Vanligt er, at ÍSF bjóðar fjølmiðlaumboðunum til eina máltíð áðrenn leikirnir byrja, og tað var í hesum sambandi, at Jon Kjær tók Hera Á Simonsen á bóli við at handa honum gullnálina.
Hann segði millum annað soleiðis:
- Heri hevur gjøgnum nógv ár skrivað, varpa út og greitt frá føroyskari ítrótt. Við ótroyttandi ágrýtni hevur hann greitt frá stórum og smáum, fingið fólk inn í útvarpsstovuna at siga frá og sjálvur leita sær út fyri at nema sær størri kunnleika um hvat fyriferst innan ítróttaheimin.
- Hann hevur varpað ljós á tað, ið fyriferst hjá ymsu ítróttagreinunum, og hevur eisini verið við at bera út kunnleikan um strategiina hjá ÍSF fyri komandi árini, har fremstu málini eru, at øll skulu við, at fjálgast skal um sjálvboðin, at styrkja úrvalsumhvørvini og at ítróttagleði er fyrst og fremst. Við prátum við fyriskiparar og ítróttafólk hevur hann millum annað vakt ans fyri Skúlaleikum og Føroyaleikum.
- Heri hevur við ídni sínum økt um kunnleikan til føroyska ítrótt. Ikki bert í Føroyum, men eisini uttan fyri landoddarnar. Hann hevur í arbeiði sínum fingið nógvar útlendskar vinir og kenningar, eisini í oyggjaleikahøpi, og hevur tí kunna sagt teimum frá, hvat fyriferst í Føroyum, eins og hann hevur borið okkum tíðindi og søgur frá oyggjaleikavinum okkara.
Gullnál ÍSF’s verður vanliga latin teimum, ið hava sitið sum formenn ella -kvinnur í einum sambandi innan ÍSF í fimm ár. Men hon kann “eisini verða givin teimum, ið hava gjørt eitt munagott arbeiði til frama fyri føroyska ítrótt”.
Petur Mittún festir gullnálina á roynda journalistin hjá FM1-útvarpsstøðini (Mynd: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2023
Peter Hentze Niclasen hevur verið við til hvørjar oyggjaleikir síðani 1989 - uttan í 2013 tá borðtennis ikki var við. Í kvøld fer hann at ganga fremst
Oyggjaleikirnir á Guernsey verða settir í kvøld klokkan 18 á Albert Pier í St Peter Port.
Ein av føstu táttunum á stóra hátíðarhaldnum er, at ein flaggberi gongur fremst fyri hvørt limaland saman við einum vatnbera.
Hjá Føroyum er tað vanliga yngsti íðkarin, sum er við, ið ber vatnið. Talan er um vatn, ið er tikið við úr Føroyum. Flaggberin til setanina á Guernsey verður ein av teimum, sum veruliga hevur roynt nógv í oyggjaleikahøpi.
Ítróttasamband Føroya skrivar á heimasíðu síni, at borðtennislegendan Peter Hentze Niclasen fer at bera Merkið leygarkvøldið.
- Peter man verða ein tann føroyingurin, sum hevur luttikið á flest oyggjaleikum tilsaman. Hann hevur verið við til allar oyggjaleikirnar líka síðan 1989, tó undantikið 2013, tá borðtennis ikki var á skránni. Í 1989 - 2005 var hann við sum leikari, 2007-2011 sum venjari og frá 2011 til í ár sum hjálparvenjari ella leiðari.
Peter hevur eisini verið við til at vinna heiðursmerkir á oyggjaleikunum, bæði sum spælari og sum venjari. Serliga sterkt í minnium er bronsuheiðurmerkið, sum Peter vann í liðkappingi í Føroyum í 1989 og gullheiðursmerkið, ið Durita Fríðadóttur Jensen og Henriette Nørr vunnu í tvímannsleiki á oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017, tá Peter Hentze Niclasen var við ein av venjarunum.
Peter sigur soleiðis við isf.fo um tað at vera flaggberi
- Tað er ein stórur heiður at bera Merkið til setanina av oyggjaleikunum, tí Merkið er jú samleikaprógv fyri føroyska ítróttarhópin og samstundis føli eg tað sum eitt herðaklapp at blíva spurdur um hesa tænastu.”
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2023
U21 endaspælið er av, og Føroyar gjørdust nummar 7. Elias Ellefsen á Skipagøtu er við á all-star liðnum
U21 HM-endaspælið er av og Føroyar gjørdust sum kunnugt nummar 7 av 32 liðum í kappingini. Sum vanligt, var eitt all-star lið valt fyri kappingina, og her eiga Føroyar ein leiklut.
Besta miðja í kappingina var kosin Elias Ellefsen á Skipagøtu. Hann var eisini toppskjutti í kappingini við 55 málum, ájavnt við Naoki Fujisaka hjá Japan. Elias hevði eisini 48 fríspælingar (assists) í kappingini, heili 13 meir enn tann næsti í røðini.
Týskland vann finaluna og er heimsmeistari í U21 hjá monnum, og Ungarn bleiv nummar tvey. Ísland vann bronsudystin móti Serbia.
All-star liðið sær soleiðis út:
MVP (Most valuable player) Nils Lichtlein, Týskland
Málverji: David Späth, Týskland
Vinstri vongur: Pedro Oliveir, Portugal
Vinstri bakkur: Milos Kos, Serbia
Miðja: Elias Ellefsen á Skipagøtu, Føroyar
Høgri bakkur: Zoran Ilic, Ungarn
Høgri vongur: Kristófer Máni Jónasson, Ísland
Strika: Justus Fischer, Týskland
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2023
Føroyska U21-landsliðið vann 31-27 á Krotia og endaði nummar sjey í HM-endaspælinum. Hetta er søguliga gott
Berlin, Týskland (Portalurin) - Eftir tvey trý-máls tap fyri Serbia og Danmark vísti føroyska U21-landsliðið við monnum rygg, dirvi, vilja, umframt sterkt og gott hondbóltsspæl sunnumorgunin. Talan var um tann átta og seinasta HM-dystinin á hesum sinni.
Kroatia var mótstøðuliðið og var nakað betri fyrsta partin av dystinum. Okkara hingu tó í, og nógvir ið hava spælt heldur lítið ella einki seinastu dagarnar vístu styrki. Bjarni í Selvindi varð kosin dagsins spælari, Ovi Lützen og hinir fingu verjuna at sita, Kristoffur Bjørgvin var stinnur í báðum endunum, Rói Ellefsen á Skipagøtu spældi við hægri prosentum, Óli Mittún kom ógvuliga væl inn, og vengurnir, umframt Kristian Jensen á strikuni, vóru sum heild tryggir.
Føroyar fingu leiðsluna nakað fyri hálvleik við flottum álopsspæli og sterkari verju og hildu leiðsluni allan vegin; tað eydnaðist eisini at byggja á hana.
Eitt søguliga sterkt føroyskt avrik samanlagt, ið hallarspeakarin eisini staðfesti: Ongantíð áður hevur føroyskt landsliðið staðið seg so væl til eitt endaspæl: Nummar 7 av teimum 32 í HM, og hóast tað ikki rakk til heiðursmerki, kunnu føroyingar vera ernir.
HM-endaspæl fyri U21 menn 2023 - um 7.-8. pláss
Max Schmeling Halle, sunnudagin 02.07
Føroyar - Kroatia 31-27 (16-14)
Føroysku málskjúttarnir:
Rói Ellefsen á Skipagøtu 5
Óli Mittún 4
Kristoffur Bjørgvin 4
Kristian Jensen 4
Bogi Hansen 4
Pauli Høj 4
Bjarni í Selvindi 3
Elias Ellefsen á Skipagøtu 2
Ovi Lützen 1
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2023
Pauli Jacobsen stóð sera væl, men 22 mál vóru ikki nóg mikið til at koppa dønum aftur. Føroyska U21 liðið slapp ikki at spæla um fimta plássið
Berlin, Týskland (Portalurin) - Trý mál vóru á muni í týska høvuðsstaðnum farna leygarmorgun - bæði í steðginum og tá samanum kom.
Báðir føroysku málverjarnir spældu framúr væl. Pauli Jacobsen reisti seg av álvara eftir dystin móti Serbia, og hevði 17 bjargingar. Trupulleikin var bara, at Mathias Dorgelo úr Odense hevði uppaftur hægri bjargingaprosent.
Føroyska álopsspælið hevur verið betur í øðrum dystum, og so vóru brendir møguleikar, ið vóru upplagdir, aftur ein trupulleiki í hesum dystinum. Hákun West av Teigum varð aftur meira ella minni mansvardur á høgra vongi.
Føroyar stríddust væl allan dystin og høvdu nógvar góðar verjustøður, umframt fleiri flott mál, og vóru allatíðina inni í dystinum. Tað eydnaðist tó ongantíð at koma fram um, og Danmark fekk lønt okkum EM-tapið aftur og skal spæla um 5. plássið í morgin.
HM-endaspæl fyri U21 menn 2023 - um 5.-8. pláss
Max Schmeling Halle, leygardagin 01.07
Føroyar - Danmark 23-26 (10-13)
Føroyskir málskjúttar:
Ísak Vedelsbøl 5
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 (1)
Bjarni í Selvindi 5
Hákun West av Teigum 4
Óli Mittún 2
Janus Dam Djurhuus 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2023
Eftir sigurin á Kroatia varð felagsmynd tikin við øllum fjepparunum uttan fyri høllina. Hetta var seinasti dysturin hjá Føroyum í HM og tann seinasti ungdómsdysturin hjá 02- og 03-árgangunum
Seinastu vikurnar hava nógvir føroyingar verið í Magdeburg, Hannover og í Berlin fyri at stuðla U21-monnum í hondbólti.
Familja, unnustur, vinfólk og annars hondbóltsáhugaði hava verið sjónlig og týðilig til dystirnar, og eftir seinasta dystin var serlig løta uttanfyri Max Schmeling-høllina.
31-27 sigurin á Kroatia fyrrapartin sunnudagin tryggjaðu Føroyum 7. plássið í HM-endaspælinum. Hóast teir í hópinum vildu meira, so er samanlagt talan um stórt avrik og enn ein varða í føroyskari hondbólts- og ítróttarsøgu.
Hópurin, venjarar, hjálparfólk og fjepparar/familja (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2023
Talan er um kvinnu- og mansliðini hjá H71 og Neistanum, umframt menninir hjá Team Klaksvík og VÍF. Tey skulu í evropeiska eldin í heyst
Tað verður eitt søguligt heyst, og møguliga ein søguligur vetur, í føroyskum hondbólti.
Seinastu árini hava nøkur føroysk lið luttikið í evropeiskari kapping, men ongantíð fleiri enn tvey lið sama ár. Nú freistin er farin fyri 2023/2024 kappingarárið er greitt, at hesa ferð hava heili seks lið melda seg til Europen Cup. Hetta er triðsterkasta kappingin hjá EHF.
Tey fýra liðini, ið endaðu ovast í landskappingunum hjá kvinnum og monnum, hava rætt til at luttaka í European Cup. Summi lið hava kunngjørt alment, at tey hava tikið av møguleikanum at spæla í kappingini. Portalurin hevur fingið váttan frá hinum.
Hjá monnum luttaka tey fýra fremstu liðini í endaspælinum:
H71 (Greipuvinnari)
VÍF (Vann grundspælið - silvur eftir FM-finalurnar)
Team Klaksvík (Bronsuvinnarar)
Neistin (4. plássið)
Hjá kvinnum luttaka tvey lið:
H71 (Greipuvinnari)
Neistin (4. plássið)
Kyndil (Silvur) og Stjørnan (Bronsa) hava eisini rættin at vera við men hava ikki melda til.
Ongantíð áður hevur so stórur áhugi og so stórt ídni verið í Føroyum, í mun til at luttaka í Evropa. Tað krevur nógva orku og fyrireiking. Ítróttarliga avbjóðingin er stór, men fíggjarligi vinningurin er ikki stórur. Feløgini noyðast at fáa meira pening til vega enn til vanliga virksemi. Hetta er tó eisini ein stór gularót og kann vera við til at flyta spælarar og lið.
Seinastu árini hevur H71 gingið á odda. Kvinnurnar eru tvey tey síðstu kappingarárini komnar langt. Nú er talan um eitt væl yngri lið, og mansliðið verður eisini rímiliga nógv broytt. Tó eru hoyvíkingar fúsir aftur hesa ferð. Fyri at savna inn síðstu árini hevur millum annað verið skipað fyri súkklutiltøkum í Hoyvík.
Neistin var fleiri ferðir við í evropeiskari kapping fyrr í øldini - serliga á manssíðuni. Nú skulu bæði kvinnur og menn í bláum av álvara royna seg aftur uttanfyri landoddarnar.
Menninir hjá VÍF verða við í slíkari kapping fyri fyrstu ferð síðani í 1998. Í 1997 vunnu vestmenningar á rumenska stórfelagnum Dinamo Bukarest í Vestmanna.
Team Klaksvík var ikki til tá. Senastu árini hevur ein ávís menning verið í Klaksvík, og nú verður næsta fetið tikið.
Føroyska landskappingin byrjar tíðliga í september. Ævintýrið í Evropa byrjar síðst í september ella í oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2023
Hoyvíkingurin var ógvuliga nær við at gerast toppskjútti í kappingini. Jákup Egholm er eitt ár yngri enn meginpartin av spælarunum í kappingini, og skal skjótt til U19 HM
European Open er komið at enda. Spania vann fríggjakvøldið 29-21 á Fraklandi í finaluni, og tekur harvið við eftir Føroyar, ið vunnu kappingina, seinast hon var (í 2019) European Open var ikki á skránni í 2021, vegna koronufarsóttina.
Kappingin hjá Føroyum endaði tíðliga seinnapartin. Hetta við 21-23 tapi fyri Kekkia í dystinum um 9. plássið. Harvið endaðu Føroyar nummar 10 av teimum 20 liðunum í kappingini, ið gav dreingjunum nógvar royndir.
Føroyingar vóru til staðar í kvøld eftir finaluna, tá heiðursmerkjaliðini, umframt bestu spælararnir í kappingini, vórðu heiðraði. Ein heilt ungur føroyingur kom eisini í miðdepilin.
- Sum vanligt eftir tílíkar kappingar var eitt all star kosið. Har var Jákup Egholm kosin til besta vinstra vong í kappingini. Jákup skeyt eisini næstflest mál í kappingini, eitt færri enn litavin Tomas Bogusevicius.
Sambært Handballstatz var Jákup greiður føroyskur toppskjútti í Göteborg. Vongurin, ið eisini til tíðir dekkar sum álopskendur 1'ari, skoraði 51 mál í átta dystum í hesari vikuni. Hetta eru 6,4 mál í miðal.
Jákup Egholm er hoyvíkingur og hevur ikki havt 16-ára føðingardag enn. Hann er harvið nakað yngri enn flestu spælararnir í kappingini. Evnini eru tó týðilig, og Jákup er ein av teimum 16, sum skal við til U19 HM í Kroatia í august.
All Star liðið í European Open (Mynd: HSF)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2023
Kekkar vóru neyvari í seinasta dystinum fríggjadagin, og vunnu við tveimum málum. Hetta er tó næstbesta føroyska úrslitið í kappingini nakrantíð
Í gjár spældu U17-dreinginir hjá Føroyum sín áttanda dyst í Göteborg hesa vikuna. Føroyar hava spælt nógvar tættar dystir - millum annað tríggjar javnleikir - og endaðu við dysti um 9. plássið.
Har gjørdust okkara ov stuttir móti Kekkia, sum var á odda so at siga allan dystin. Føroyar høvdu trupulleikar við at skora mál fyrstu løtuna, men ein løta har verjan og Bjarni Gunnarsson Jacobsen í málinum stóðu væl, og flog kom á álopsspælið, gjørdi, at Føroyar kom á javnt, tá nakrir minuttir vóru eftir av fyrra hállvieki.
Kekkia var á odda við einum í steðginum, men í seinna hálvleiki vóru Føroyar ongantíð heilt nær við. Hóast eitt rímiliga gott avrik so eydnaðist tað ongantíð at fáa allar partar av spælinum at hanga saman samstundis - kekkar skoraðu eisini ov nógv løtt mál einu løtuna.
Lýðar í Dímun kom inn og hevði fleiri góðar atgerðir í bakketuni. Hann skoraði fýra mál. Tveir flottir flúgvarar av Rúnari Hammer og Jákupi Egholm gjørdu eisini mun, og Filip Haldansen skoraði nógv. Vestmenningurin gjørdist føroyskur toppskjútti við seks málum.
Samanlagt hevur føroyska liðið spælt fleiri góðar dystir og tíðarskeið í dystum í Göteborg, og ungu menninir hava fingið víst seg fram og roynt seg. Fyri fýra árum vunnu Føroyar kappingina, tá 02- og 03-árgangirnir gjørdu bart. Endaliga úrslitið hesa ferð er tað næstbesta hjá Føroyum í kappingini. Okkara endaðu nummar tíggju av tjúgu liðum.
Felagsmynd uttanfyri høllina við føroysku áskoðarunum eftir seinasta dystin
European Open - dystur um 9. plássið
Scandinavium, Göteborg - 07. juli
Føroyar - Kekkia 21-23 (9-10)
Toppskjúttar:
Filip Haldansen 6 mál
Lýðar í Dímun 4 mál
Fríði Holm í Innistovu 3 mál
Jákup Egholm 3
Haraldur Karlsson 2 mál
Helgi Jacob Halldórsson 1 mál
Torkil Sverri Debes Dahl 1 mál
Jógvan Andreasen Lamhauge 1 mál
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2023
Dysturin móti Belgia hósmorgunin endaði við javnleiki, og var hann tann lakasti hjá føroyska liðnum higartil. Hetta var tó nóg mikið at vinna bólkin
Føroysku U17-dreingirnir vóru bert nøkur mál frá at spæla seg víðari millum átta tey bestu í European Open. Ísrael hevði betri málúrttøku í innleiðandi bólkinum, og harvið endaðu Føroyar í miðumfarinum.
Hósmorgunin høvdu Føroyar møguleika at gerast "best of the rest" í kappingini. Hetta hóast "føroysku U17-mennirnir spældu sín lakasta dyst í European Open higartil", sambært Hondbóltssambandinum. Dysturin móti veikasta liðnum í bólkinum, Belgia, endaði javnur 21-21, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 13-11 í hálvleikinum.
- Eftir eina tætta dystarskrá í vikuni nýttu venjararnir høvi at blanda kortini av nýggjum, og nakrir leikarar vóru hvíldir. Tað hepnaðist tó so sum so. Liðið gjørdi nógvar villur, og brendu okkara illa í løtum. Okkara fingu tó hála ein javnleik heim og var hetta nokk til at vinna bólkin, skrivar HSF.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2023
Tað eydnaðist ikki at fáa stig móti Spania í European Open, og føroyska liðið kom tí ikki víðari. Føroyar skulu spæla um plássini 9-20
Ísrael hevði betri málmun og tískil komu teir víðari saman við Spania til meginumfarið í European Open, sum verður leikt í Svøríki.
Føroyar spældu javnt 17-17 móti Ísrael og taptu 22-17 fyri Spania týsdagin. Føroyar skulu tískil spæla um plássini 9-20.
Liðið byrjaði kappingina væl við fyrst at vinna 14-12 á Finnlandi og síðan 24-18 móti Niðurlondum.
Triðji dysturin var móti Ísrael fyrrapartin týsdagin. Føroyar spældu ein góðan og tættan dyst móti Ísrael, sum endaði 17-17, eftir at Ísrael var frammanfyri 8-6 í hálvleikinum. Talan er um ein góðan árgang hjá Ísrael og høvdu teir vunnið størri sigrar enn Føroyar á Niðurlondum og Finnlandi. Liðini fylgdust allan dystin, og var munurin ongantíð størri enn tvey mál. Fyri tað mesta var Ísrael omaná, men høvdu okkara eisini leiðsluna í løtum. Ísrael var frammanfyri seinastu 5 minuttirnar, men komu okkara væl aftur, og javnaði dagsins leikari, Jákup Egholm, í seinastu sekundunum. Jákup skeyt heili 10 av teimum 17 málunum hjá Føroyum.
Javnleikurin móti Ísrael merkti, at Føroyar skuldu hava minst eitt stig móti Spania týskvøldið, tí Ísrael hevði betri málmun enn Føroyar.
Okkara kempaðu væl og spældu upp við Spania langt inn í seinna hálvleik, men stóri munurin á liðunum í dag var, at okkara brendu ov nógvar málmøguleikar avgerandi løtuna í seinna hálvleiki og hartil fingu føroysku málverjarnir als ikki fatur á sponsku skjúttunum.
Føroyar skudlu harvið spæla um plássini 9-20 og spæla millumumfar miku- og hósdagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2023
Føroysku U17-menninir hava spælt seg í eina góða støðu í millumumfarinum í European Open
Føroysku U17-menninir hava spælt seg í eina góða støðu í millumumfarinum í European Open. Við 31-27 sigri á Litava og 27-27 javnleiki móti Noreg liggja Føroyar fremst í bólkinum. Vinna Føroyar dystin móti Belgia, vinna Føroyar bólkin og koma at spæla í Scandinavium um 9. plássið í European Open.
Fyrsti dysturin hjá Føroyum í millumumfarinum var í morgun móti Litava, sum eisini gjørdist nummar trý í sínum bólki. Dystirnir í millumumfarinum eru 2×25 min. Dysturin var tættur fyrra í hálvleiki og fóru liðini til steðgin við 15-15. Í seinna hálvleiki sást, at Føroyar høvdu fleiri streingir at spæla uppá, og løgdu okkara seg fram um um miðjan hálvleikin. Óhepni í skotstøðum og fleiri útvísingar gjørdi, at okkara ikki fingu lukka dystin heilt fyrr enn seinastu 5 minuttirnar, men eydaðist hetta tíbetur. Fyri Føroyar var Rúnar Hammer serliga eyðsýndur við sínum frálíka mann móti mann spæli og kom hann ferð eftir ferð í gjøgnum ella spældi sínar viðleikarar fríar.
Seinni dysturin í mikudagin var móti Noregi. Norðmenn vóru omaná í fyrra hálvleiki og funnu teir væl hvønn annan, høvdu góð langskot og gott strikuspæl. Okkara runnu aftaná og riggaði verjuspælið ikki heilt. Noreg var frammanfyri 16-12 í hálvleikinum. Noreg byrjaði eisini betri í seinna hálvleiki og vóru eitt skifti frammanfyri við seks málum. Okkara ernaðust tó seinastu løtuna og verjan stóð betri saman við Bjarna Jacobsen í málinum, sum fór at taka. Okkara hálaðu inn og endaði dysturin 27-27, sum kann verða nokk til at okkara vinna bólkin,.
Málskjúttar Litava – Føroyar
Jákup Egholm 9
Rúnar Hammer 9
Magnus Árason 3
Lýðar í Dímun 3
William Djurhuus 2
Filip Haldansen 2
Jógvan Andreas Lamhauge 1
Helgi Haldórsson 1
Torkil Dahl 1
Málskjúttar Føroyar – Noreg
Jákup Egholm 7
Rúnar Hammer 5
Magnus Árason 4
Fríði Holm í Innistovu 3
Jógvan Andreas Lamhauge 3
Haraldur Karlsson 2
Lýðar í Dímun 1
Filip Haldansen 1
Jón Midjord 1
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2023
Landsliðsleikarin kemur til StÍF eftir at hava spælt í íslendskum hondbólti í tvey ár
StÍF hevur gjørt avtalu við landsliðsleikaran Natasju Hammer um at spæla við besta kvinnuliðnum hjá felagnum næsta kappingarár.
Natasja Hammer er 20 ár og spælir á vinstra bakki. Hon hevur hevur seinastu tvey kappingarárini leikt í bestu deild í Íslandi við Haukum. Hon hevur gjørt vart við seg í Íslandi og var við til at tryggja Haukum pláss í hálvfinalum.
- Eg eri spent til eina nýggja avbjóðing í StÍF. Eg havi valt at spæla við StÍF, tí eg síggi góðar møguleikar fyri at mennast sum leikari í felagnum, sigur Natasja hammer.
Rúni Rasmussen, formaður í StÍF, og Natasja Hammer, leikari
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2023
Spenanndi Betrideildardystir millum uppflytararnar er lagdur til 29. juli
Sambært dystarskránni fyri 16. umfar í Betrideildini skuldi ÍF taka móti hinum uppflytaranum, TB, sunnudagin 30. juli. Eitt brak av einum dysti í sær sjálvum, men eftir nógv arbeiði, frá serliga TB, er dysturin nú fluttir til nýggjan dag og størri pall.
Í síðstu viku skrivaði bolt.fo um, at TB ynskti at býta um heimavøll og síðani at flyta dystin til ólavsøkudag og Tórsvøll. ÍF var beinanvegin við uppá hetta, men tað skuldi líka fáast uppá pláss við FSF og øðrum.
Hetta er eydnast. Mikukvøldið kunngjørdi formaðurin hjá TB, André Dalfoss, hetta á Facebook-síðuni hjá TB:
- Ja, tú las rætt - TB kemur til Havnar á ólavsøku! Leygardagin 29. juli skal slagið standa móti ÍF, á sjálvum tjóðarleikvøllinum, Tórsvølli. Við vælvilja frá øllum pørtum hevur hetta nú borið á mál og okur vóna at síggja eina rúgvu av áskoðarun til dystin - ikki minst viðhaldsfólki úr allari Suðuroynni
Harvið verður aftur Betrideildarfótbóltur á ólavssøku. Bert ein dystur var í 2021, tí HB hevði evropeiska uppgávu, og í fjør var einki ólavsøkuaftan ella ólavsøkudag. Í ár varð lagt upp fyri, at HB og B36 møguliga skulu spæla evropeiskan dyst um ólavsøkuna. Harvið stóðu 28. og 29. juli tóm í kalendaranum.
AB spælir sum vant 27. juli á Argjum. Nú er greitt, at ein ógvuliga spennandi og øðrvísi dystur verður á tjóðarhátíðini og á tjóðarleikvøllinum. Flytingin merkir eisini, at ÍF hevur heimavøll, tá liðini spæla í næstseinasta umfari, 22. oktober.
Hesir innanhýsis dystirnir millum uppflytararnir kunnu fáa ógvuliga nógv at siga. Í løtuni er ÍF á 9. plássi og hevur tvey stig upp til strikuna. Seks stig eru upp til TB, sum hevur havt eina ógvuliga góða fyrru hálvu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2023
Føroyameistararnir hava framvegis fult stigatal, og sunnudagin varð HB sent heim við 2-0 tapi. Bæði málini komu fyri steðgin - Víkingur vann á Eiði
16 dystir og 16 sigrar. Hetta er úrttøkan hjá KÍ, sum eftir dystin sunnudagin er á 48 stigum í Betrideildini, og hevur tólv stig niður til nummar tvey, B36.
HB er nú heili 13 stig frá 1. plássinum. FM-dreymurin fánaði, um ikki brast, við Djúpumýru í síðsta dystinum innan summarstøðgin. KÍ skoraði tvær ferðir í fyrra hálvleiki, og vóru hetta einastu málini í dystinum. Árni Frederiksberg skoraði tað fyrra við brotssparki móti Bjarta Vitalis Mørk, sum vardi HB-málið, og Siverth Gussiås, ið hevur verið fyri nógvum atfinningum, økti við sínum fyrsta máli fyri felagið.
Hetta var í yvirtíðini í fyrra hálvleiki. Norski áleyparin var komin á vøllin fyri Odmar Færø, ið gjørdist skaddur stutt áðrenn. Heini Vatnsdal og Vegard Forren manglaðu eisini - Børge Petersen spældi fullan dyst, og KÍ helt málið reint. HB royndi at svara aftur, og teir í reyðum og svørtum noyddust aftur at ásanna, at KÍ bara er omaná.
Heilt nógv skal til fyri at FM ikki endar aftur í Klaksvík, og tað er flott av Magna Hoseth og hansara monnum at hava fult stigatal, nú summarsteðgur/evropeiskar uppgávur eru á skránni.
Í Hólmanum tók Víkingur gott fet móti at halda fast í 4. plássinum. Heimaliðið vann 2-0 á EB/Streymi, ið aftur bjóðaði av móti liði hægri á stigatalvuni.
Betrideildin 15. umfar
Sunnudagin 02. juli
KÍ - HB 2-0 (2-0)
32' Árni Frederiksberg (br.) 1-0
45 (+2)' Sivert Gussiås (Claes Phillip Kronberg) 2-0
EB/Streymur - Víkingur 0-2
39' Martin Klein Joensen 0-1
90' Poul Kallsberg 0-2
Reyt kort: Virgar Jónsson (80')
Leygardagin, 01. juli
ÍF - B36 0-3 (0-3)
37' Magnus Egilsson (br.) 0-1
41' Taufee Skandari 0-2
45' Sonni Ragnar Nattestad 0-3
TB - B68 2-1 (1-0)
55' Samudeen Musah 1-0
60' Áki Johannesen 1-1
86' Samudeen Musah 2-1
AB - 07 Vestur 2-0 (0-0)
79' Brian Jakobsen 1-0
90 (+4) Bjarni Skála (br.) 2-0
Støðan:
1. KÍ 48 stig *
2. B36 36 stig *
3. HB 35 stig *
4. Víkingur 27 stig *
5. 07 Vestur 22 stig
6. TB 15 stig
7. EB/Streymur 13 stig
8. B68 11 stig
9. ÍF 9 stig
10. AB 7 stig
* Ein dyst fleiri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2023
Tað sær nú tyngri út hjá B68 og ÍF, enn tað gjørdi áðrenn umfarið. Fyri 07 Vestur, ið nú skiftir venjara, var talan um afturstig í stríðnum um 4. plássi
15. umfar í Betrideildini varð leikt farna vikuskiftið, og tríggir dystir vóru á skránni leygardagin.
Lagt varð út í Fuglafirði, har Varmakelda var á skránni, og B36 var á vitjan. Eins og í Sarpugerði síðsta vikuskifti, helt ÍF nullið meginpartin av fyrra hálvleiki, men so gekk tað galið.
B36 skoraði heili tríggjar ferðir seinastu tíggju minuttirnar, og tað endaði eisini 0-3 í Fuglafirði. B36 vann seg harvið fyribils upp á 3. plássið - fuglfirðingar taptu níggjunda dystin á rað og eru í trupulleikum
Hin uppflytarin er komin í eina góð gongd undir Tummas Erlingi Djurhuus. TB vann fyri triðju ferð seinastu fýra dystirnar, tá B68 var við Stóra. Liðið hjá Jákupi á Borg vann har fyrr í ár, og vann 3-0 á EB/Streymi undanfarna mikudag. Bæði vóru tó í steypakappingini - í Betrideildini er B68 í niðurflytingarvanda.
Útiliðið fekk javnað til 1-1 eftir ein tíma, men TB fekk 2-1 málið fimm minuttir fyri leiklok. Samudeen Musah var stóri maðurin við Stóra við tveimum málum. TB spælir nú aftur uttan Gilla Rólantsson Sørensen og er á 6. plássi.
Samudeen Musah skoraði eisini í sigrinum á AB á Jóansøku. Fyrra málið leygardagin varð eftir returbólt uppá brotsspark, ið hann sjálvur skeyt. 2-1 málið kom í 86. minutti (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Á Argjum dømdi Petur Reinert sín seinasta dyst í Betrideildini, tá AB fekk sigur nummar tvey í ársins landskapping í hús. 07 Vestur hevur annars verið væl koyrandi seinastu tíðina, men argjamenn fingu bæði málini í dystinum. Tað fyrra gjørdi Brian Jakobsen í 70. minutti, og í yvirtíðini dømdi Petur sítt seinasta brotsspark í bestu mansdeildini. Bjarni Skála umsetti tað til mál. Ógvuliga týdningarmikil stig hjá AB, ið nú er nærri strikuni.
Eftir dystin boðaði Micheal Schjønberg, at hann hevur sagt seg úr starvi av persónligum ávum, og at royndi norðmaðurin Lars Arne Nilsen tekur við.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2023
Eftir eitt drúgt áramál sum dómarar, hjálpardómarar og 4. dómari, hava Petur Reinert og Regin Egholm takkað fyri seg í bestu deildini
– Tað er sjálvandi við sorgblídni, at vit nú siga farvæl við tveir persónar, ið seinastu nógvu árini hava lagt so nógv tíð og orku í fótbóltsdøming. Men vónandi vera teir tøkir til aðrar uppgávur framyvir, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Leygardagin vóru Petur Reinert og Regin Egholm á vøllinum fyri seinastu ferð í fremstu deildini hjá monnum.
Undan dystinum millum AB og 07 Vestur, nýtti dómaraleiðarin hjá FSF høvið at takka teimum báðum fyri trúgva tænastu, og handaði teimum samstundis hvør sítt blómutyssi.
Regin Egholm byrjaði at døma fótbólt í 1992, og nú hann takkaði fyri seg, hevur Regin Egholm verið partur av føroyskari fótbóltsdøming í næstan 1.000 dystum, annaðhvørt sum dómari, hjálpardómari ella 4. dómari.
Petur Reinert byrjaði at døma í 1991, men var síðani burtur í lestrarørindum í eitt tíðarskeið, áðrenn hann byrjaði aftur í 1996. Og hesi árini hevur leirvíkingurin verið dómari, hjálpardómari og 4. dómari í tilsamans 1.003 dystum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2023
Tríggir teirra verða spældir í Føroyum - týsdag, mikudag og hósdag. Víkingur er einasta liðið, sum er á útivølli fyrst
Síðsta vikuskiftið var síðsta umfar í Betrideildini áðrenn summarsteðgin. Harvið eru seks feløg nú farin í summarfrí, meðan fýra onnur fyrireika seg uppá evropeiskar uppgávur.
KÍ skal spæla í Champions League og B36, HB og Víkingur í Conference League. Lutakastini háttaðu seg soleiðis, at trý av hesum liðunum skulu spæla á heimavølli fyrst.
B36 og HB nýta ikki sama heimavøll í hesum umfarinum. HB fer yvir á Tórsvøll, og so tað ber til at spæla dag um dag í høvuðsstaðnum - ymiskar UEFA-reglugerðir eru viðvíkjandi venjing dagin fyri o.s.fr.
Hesir dystirnir verða spældir ávíkavist mikudagin og hósdagin. KÍ spælir týskvøldið í Klaksvík móti ungarsku meistarunum. B36 og HB spæla móti mótstøðu úr Estlandi og Írlandi.
Víkingur byrjar á útivølli. Hetta verður hósdagin seinnapartin í Andorra. Til ber harvið hjá føroyingum at síggja allar dystirnar í fullari longd beinleiðis. Um ikki beinleiðis við leikvallirnar, so í sjónvarpi. Kringvarpið vísir KÍ - Ferencvarosi. Televarpið vísir allar hinir.
Evropeiska skráin hjá føroysku liðunum í komandi viku:
Týsdagin 11. juli - Champions League, Við Djúpumýrar
19.45: KÍ - Ferencvarosi (UNG)
Conference League:
Mikudagin 12. juli - Ovari vøllur í Gundadali
19.00: B36 - Paide (EST)
Hósdagin 13. juli
Estadi Comunal, Andorra la Vella
16.00: Inter Escaldes-Víkingur
Tórsvøllur
19.00: HB - Derry City (ÍRL)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2023
Nýggjur venjari í 07 Vestur er Lars Arne Nilsen
Michael Schjønberg er ikki longur høvuðsvenjari í 07 Vestur. Hesum boðar felagið frá leygardagin.
Samstundis varð boðað frá, at avloysarin er funnin, og at tað verður ein royndur norðmaður sum tekur yvir. Talan er um Lars Arne Nielsen, sum fyribils er settur árið út.
Um báðir partar eru nøgdir við samstarvið eftir kappingarenda halda partarnir fram við samstarvinum í 2024.
Lars Arne Nielsen (Mynd: Nettavisen.no)
Lars Arne hevur drúgvar royndir sum venjari á høgum støði. Í 2015 leiddi hann Brann í Bergen til eitt 2. pláss í næstbestu norsku deildini og beinleiðis uppflyting. Árið eftir megnaði hann at leiða Brann til silvurpláss í bestu norsku deildini og í 2018 á eitt triðja pláss. Árini 2017 og 2019 luttók Brann í europisku undanumførunum. Lars Arne var kosin ársins venjari í Noregi í 2016.
Í 2020 tók Lars Arne yvir í Ålesund FK, sum tá var í næst bestu deildini, og flutti upp við liðnum longu árið eftir.
Tað var undan kappingarárinum í fjør, at fyrrverandi danski landsliðsspælarin og venjarin í donskum og týskum fótbólti, Michael Schjønberg, varð settur sum venjari hjá vágamonnum.
Um orsøkina til uppsøgnina sigur 07 Vestur, at saknurin er stórur til familjuna, og hann ynskir tí at fara heim aftur til Danmarkar. Seinni í vikuni frættist, at Michael Schjønberg hevði fingið starv sum høvuðsvenjari fyri kvinnuliðið hjá AGF í Aarhus.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2023
Símun Eliasen ska nú standa á odda fyri AB saman við Morten Overgaard, ið hevur havt høvuðsábyrgd seinastu tíðina. 48-ára gamli fuglfirðingurin hevur drúgvar royndir
- Síðani Henrik Larsen fór úr venjarasessinum hjá okkara Betrideildarmonnum síðst í mai, hevur felagið arbeitt upp á at finna eina varandi loysn upp á venjaraspurningin. Morten Overgaard hevur verið fyribils høvuðsvenjari, og hetta hevur gingið sera væl. Undir leiðsluni hjá danska argjamanninum hevur liðið spælt fimm dystir, har tveir sigrar eru komnir burturúr, meðan tríggir dystir eru taptir tepurt við einum máli. Talan hevur verið um eitt hamskift AB-lið síðstu tíðina undan summarsteðginum, ið hevur verið kappingarført í øllum dystum.
Síðani hann gavst at spæla, hevur Símun Eliasen verið venjari hjá millum annað næstbesta liðnum hjá HB, eins og hann í tveimum førum hevur verið høvuðsvenjari í Betrideildini hjá barndómsfelagnum, ÍF. Seinastu tvey árini hevur fuglfirðingurin verið høvuðsvenjari í Betrideildini hjá kvinnum. Símun hevur stjórnað EB/Streymi/Skála, og eitt skifti var hann eisini hjálparvenjari á A-landsliðnum hjá kvinnum.
- Felagið fegnast um at hava funnið ein royndan, føroyskan venjara, ið saman við Morten Overgaard skal royna at varðveita sætið hjá AB í Betrideildini. Eftir sigurin ímóti 07 Vestur í vikuskiftinum eru bert fýra stig upp til B68, sum beint nú er á áttanda plássi beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Og júst B68 verður fyrsta mótstøðulið hjá nýggja venjaraparinum á Argjum, tá toftamenn koma út á Argir at spæla ólavsøkudyst 27. juli, tá seinna kappingarhálva av Betrideildini verður skotin í gongd aftur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2023
Vejle Boldklub verður nýggja felagið hjá landsliðsleikaranum Gilla Rólatssyni, sum seinasta hálva árið hevur spælt í barndómsfelagnum TB
Tað verður í reyðum, at Gilli Rólantsson næsta árið fer at spæla fótbólt í. Hann hevur skrivað undir eitt árs sáttmála við Vejle Boldklub, sum spælir í donsku superliguni.
Gilli Rólantsson kom annars heim til barndómsfelagið TB undan hesum kappingarárinum, og tað hevur gingið væl. TB hevur 15 stig í landskappingini og hóast bjargingin als ikki er tryggjað, liggur liðið væl fyri í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting.
(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
- Eg eri errin og taksamur fyri møguleikan at sleppa til Vejle Boldklub. Hetta er eitt felag við søgu og ein býur við brennandi huga fyri fótbólti. Eg klári næstan ikki at bíða til at koma í gongd. Eg eri liðspælari og eri komin til at brúka mínar royndir og halgan til fótbólt, sigur 30 ára gamli Gilli Rólantsson við heimasíðuna hjá felagnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2023
Pætur Petersen tryggjaði KA, ið kom í finaluna á ótrúligan hátt, brotssparkskapping. Klæmint skoraði í vanligu leiktíðini, men misnýtti brotsspark
Føroyingauppgerð var í aðrari íslendsku steypahálvfinaluni týskvøldið, og tað gjørdist ikki lítið spennandi, tá Breiðablik var á vitjan á Akureyri. Áleypararnir úr Rituvík og Skálavík spældu eisini stórar leiklutir, hóast báðir byrjaðu á bonkinum.
Málleyst var til tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, tá heimaliðið legði seg á odda. Pætur Petersen og Klæmint Andrasson Olsen komu á vøllin næstan samstundis - í 64. og 67. minutti - og Klæmint javnaði fyri Breiðablik í 86. minutti. Tá var landsliðsáleyoarin hægstur mitt fyri málið og stútaði innlegg úr høgru í málið umvegis stólpan. 1-1 og fimm minuttir seinni kom Breiðablik á sigurskós við beinleiðis frísparki.
Tá sá brádliga næstan vónleyst út hjá KA, men eftir 96 minuttir, og í samband við hornaspark, fekk Ívar Örn Árnason skumpað bóltin í málið til 2-2.
Hetta tryggjaði longda leiktíð, men beint fyri steðgin fekk Breiðablik brotsspark. Pætur Petersen varð dømdur fyri at fella viðleikara - hetta sá ógvuliga tunt út - og so varð 2-3.
Pætur gjørdi tó skaðan góðan aftur. Í 117. minutti var hann á rætta staðnum í Breiðablik-brotsteignum og javnaði. Álopskendi spælarin søkti støðuna, kastaði seg fram til innlegg úr høgru og stýrdi bóltinum í málið við høvdinum í málið
Harvið gjørdist skálvíkingurin ógvuliga avgerandi, tí KA Akureyri vann í brotssparkskappingini. Heimaliðið misnýtti annars sítt fyrsta og triðja brotsspark, men eftir at Breiðablik hevði skorað sítt fyrsta skot úr ellivu metrum, brendu teir í grønum tey næstu trý. Tað síðsta av teimum skeyt Klæmint Olsen uppum.
Klæmint kom inn og javnaði fyri Breiðablik men var eisini ein av treimum, ið brendi í brotssparkskappingini (Skýggjamynd - RÚV)
KA Akureyri kundi harvið avgera alt við sínum fimta, og tað gjørdi spaniólin Rodri kaldliga. So brast fagnaður á, á Akureyri. KA er í sínari fyrstu steypafinalu síðani 2004. Liðið hevur ongantíð vunnið íslendsku steypakappingina, men Pætur Petersen og hinir fáa møguleikan aftur 26. august.
KA skal spæla móti einum Reykjavík-felagi: Víkingi, við Gunnari Vatnhamar á liðnum, ella KR. Hálvfinalan millum tey varð fyribils útsett. Víkingur skal í næstu viku royna seg í Conference League, eins og KA. Breiðablik skal spæla í 1. umfari í Champions League móti Schamrock Rovers í Írlandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2023
Stefan Radosavljevic kom inn og gjørdi bart, tá Sligo Rovers lyfti seg upp eftir stigatalvuni
Sligo Rovers vann síðsta fríggjakvøld 3-1, tá Bohemians vitjaði. Gestirnir liggja nakað omanfyri á stigatalvuni, gongdin hjá Sligo hevur verið so sum so í seinastuni, men teir í reyðum gjørdu bart.
Tað var 2-0 til heimaliðið í steðginum. Stefan Radosavljevic spældi allan seinna hálvleik, og tólv minuttir eftir at hann var skiftur inn, sló tvørmaðurin til.
Hann fekk bóltin beint yvir 25 metrar frá málinum, eitt lítið sindur til høgru. Ein nerting við høgra beininum, ið Stefan síðani svingaði. Landsliðsmiðvallarin rakti bóltin ógvuliga væl við ristini, og hann fór súsandi uppum málverjan.
Málið sæst frá 2.35 her - talan var um gott uppspæl áðrenn harða og vakra skotið hjá Stefani:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Sjónband: Sligo Rovers
Heimaliðið fekk ein mann riknan av vølli løtu seinni og lat eisini eitt mál inn móti endanum, men Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir fingu trý mál og trý týdningarmikil stig.
Fyri viku síðani tapti liðið móti botnproppinum UC Dublin. Nú er Sligo Rovers á 7. plássi við 26 stigum - fýra stig eru niður til 9. plássi, sum ber við sær upp- og niðurflytingardyst um rættin at spæla í bestu írsku deildini.
Stefan Radosavljevic hevur nú skorað tvey mál fyri Sligo. Hann hevur spælt í so at siga øllum dystunum í kappingarárinum. Hetta vikuskiftið spælir liðið hjá Stefani í Derry. Júst Derry City skal spæla móti HB í Conference League 13. og 20. juli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2023
- Hetta verður ein stór uppgáva og góð fyrireiking, staðfestir Eyðvør Jakobsen. Hon og Jákup Mortensen hava úttikið 18 spælarar til dystirnar
- Hetta verður ein stór uppgáva, men vit gleða okkum. Samstundis eru hesir dystirnir eisini góð fyrireiking til komandi landsliðsavbjóðingar, ið standa fyri framman hjá hesum gentunum.
Soleiðis sigur Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U16-landsliðnum við gentum, við heimasíðuna hjá FSF í samband við, at Fótbóltssamband Føroya hevur fingið avtalu í lag við írska fótbóltssambandið um venjingardystir í august.
Írland verður vertur fyri tveimum venjingardystum millum U16-landsliðini við gentum hjá Írlandi og Føroyum. Fyrri venjingardysturin verður týsdagin 22. august, meðan tann seinni verður hósdagin 24. august.
Saman við Jákupi Mortensen, hjálparvenjara, hevur Eyðvør Jakobsen kunngjørt tær 18, ið eru boðsendar til dystirnar móti Írlandi. Sum partur av fyrireikingunum verður hópurin samlaður til tríggjar venjingar, ið vera á Tórsvølli 14. og 15. august.
Hópurin
Hannah Warner, B71
Sára Kristiansen, BSF (Danmark)
Halla Morgan Ejdesgaard, FC Hoyvík
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Marita E. á Heyggi, HB
Ronja Ragnarsdóttir Trier, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Tóra Vatnhamar Olsen, HB
Elisabet Norðoy Vilhelmsen, KÍ
Eyðna Gaard, KÍ
Karla Sjóstein, KÍ
Margreta Elisdóttir í Buð, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Valbjørg Davidsen, Skála
Reima Isaksen, Víkingur
Fríða Lamhauge, Víkingur
Hansina Nesá, Víkingur
Nógvar av teimum, sum nú eru við, spældu venjingardystir móti Íslandi við U15-landsliðunum í fjør (Mynd: Bjarni Enghamar)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2023
Sigtór Petersen hevur sett navn tær 18 genturnar, ið skulu umboða Føroyar til Baltic Cup 2023 í Litava frá 21. til 28. august
Nú er greitt, hvussu hópurin hjá føroyska U15-landsliðnum við gentum verður mannaður til Baltic Cup 2023.
Saman við hjálparvenjaranum, Allani Smedemark, hevur Sigtór Petersen, ið hevur evstu ábyrgd av liðnum, úttikið 18 gentur, ið skulu umboða Føroyar til kappingina, sum í ár verður í Litava frá 21. til 28. august.
Enn er ikki endaliga greitt, hvørji lond luttaka í Baltic Cup 2023 hjá U15-gentunum, men leikdagarnir verða 23., 25. og 27. august.
Hópurin
Ása Lea Ellefsen Næss, B36
Beinta Klemmentsen, B36
Sirið Láberg Petersen, B36
Sigrið Hansdóttir, B36
Lilja Højsted, B71
Klára Døgg Edvardsdóttir, EB/Streymur
Hanna Ellefsen, GVI (Danmark)
Laura Thorsteinsson, FC Suðuroy
Elin Elmelund Hansen, HB
Kaja Poulsdóttir Toftegaard, ÍF
Kára Sigurðsson, KÍ
Sunnvá Skipanes, NSÍ
Naomi Hansen, NSÍ
Emma Charlotta Knudsen, NSÍ
Rakul Maria Rasmussen, Skála
Sara Benjaminsen, Skála
Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála
Bianca Rose Andreasen, Víkingur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2023
Talan er um sama slag vøll sum Eysturkommuna legði á í Sarpugerði í 2021, og um graslíki við umhvørvisvinarligari ífyllu
Farna fríggjadag varð arbeiðið við at leggja nýtt graslíki á fótbóltsvøllin uppi á Brekku í Leirvík liðugt og handað Eysturkommunu.
Talan er um sama slag vøll sum kommunan legði á í Sarpugerði í 2021, og um graslíki við umhvørvisvinarligari ífyllu. Í staðin fyri gummi-granulat, er sonevnt kork-granulat í nýggja vøllinum. Kork er úr træbørki, og er sostatt meira umhvørvisvinarligt.
Hetta er sami leistur, ið er brúktur til vøllin í Sarpugerði í Norðragøtu, ið hevur verið væl umtókt at spæla á, skrivar kommunan.
Tað er Pf. Føroya Møblasøla sum hevur veitt vøllin, og sambært Eysturkommunu hava royndirnar við graslíkinum frá Føroya Møblasølu verið sera góðar, og hevur afturmeldingin fyri nýggja graslíki í Sarpugerði verið jalig.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2023
Føroyski landsliðsskjúttin, Sámuel Petersen, vann gull í U21-bólkinum í compound í norðurlendsku ungdómsmeistarakappingini í bogaskjóting farna vikuskiftið
Norðurlendska ungdómsmeistarakappingin, NUM, í bogaskjóting var í Larvik í Noregi seinasta vikuskiftið, og har gjørdi føroyski landsliðsskjúttin Sámuel Petersen veruliga bart.
20 ára gamli compound-skjúttin vann gull í einstaklingakappingini í U21-bólkinum og silvur í liðkappingini.
Sámuel Petersen er fluttur til Íslands at búgva saman við íslendsku unnustu síni, og hann luttók á NUM fyri sítt íslendska felag. Tí var tað eisini saman við íslendskum liðfeløgum, at hann vann silvur í liðkappingini. Unnustan, Anna María Alfreðsdóttir, er eisini bogaskjútti, og hon var við á einum øðrum íslendskum U21-liði, sum vann bronsu í compound.
Teir fýra ungu recurve-skjúttarnir frá Vágaskoti, Lea Karina Heradóttir Haraldsen, 13 ár, Hannis Reinert á Plógv, 14 ár, Vanja Djurhuus, 14 ár, og Marianna Reynskor, 15 ár, tóku eisini lut í NUM, og hóast tað ikki rakk til heiðursmerkjakappingarnar, vóru tey væl við.
Genturnar vunnu seg allar í 1/16-finalurnar í einstaklingakappingunum og Hannis í 1/8-finalurnar.
Í liðkappingini vóru Lea Karina, Hannis og Marianna á sama liði, sum mátti lúta fyri einum donskum liði í 1/8-finaluni. Vanja var á einum blandaðum norðurlendskum liði, sum eisini tapti fyri einum donskum liði í 1/8-finaluni.
Grundarlagið fyri at mennast sum skjúttar er gott hjá ungu skjúttunum. Tey fýra vóru eisini ógvuliga fegin um túrin og hava øll fingið blóð á tonna at royna seg aftur á NUM næsta ár.
Góða úrslitið hjá Sámuel ber boð um, at hann hevur ment seg nógv sum bogaskjútti hetta seinasta árið. Hann var nevniliga eisini við á NUM í Kemi í Finnlandi í fjør summar, og tá bleiv hann nummar fýra í einstaklingakappingini í compound í bólkinum 18-20 ár og vann bronsu í liðkappingini á einum blandaðum norðurlendskum liði.
At formurin hjá Sámuel er so góður, ger tað ikki minni hugaligt hjá føroyska landsliðnum í bogaskjóting, sum í komandi viku fer at kappast á oyggjaleikunum í Guernsey.
Ungu recurve-skjúttarnir úr Vágaskoti vóru væl við, hóast tað ikki rakk til kapping um heiðursmerki á NUM. Her njóta tey eina fríløtu í góða veðrinum á skjótibreytini. Standandiúr vinstru eru tað Lea Karina Heradóttir Haraldsen, Hannis á Plógv og Marianna Reynskor; húkandi er tað Vanja Djurhuus
Í einstaklingakappingini skjeyt Hannis á Plógv seg í 1/8-finaluna, sum hann tó tapti 4-6
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2023
Føroysku fimleikararnir fingu frálíka byrjan á fimleika-oyggjaleikum mikudagin. Yvir 15 heiðursmerki komu í hús
Í kvøld verða oyggjaleikirnir 2023 settir á Guernsey. Ein ítróttargrein, ið ofta hevur skaffað Føroyum nógv heiðursmerki, er fimleikur. Í ár er fimleikur ikki við - ístaðin eru 14 føroyskir fimleikarar til "fimleika-oyggjaleikir" (International Island Games) í Álandi í hesum døgum.
10 oyggjalond eru við til kappingina, og samanlagt kappast 130 fimleikarar. Tað gekk heilt væl hjá Føroyum á fyrsta degnum.
Í liðkappingini gjørdu føroyingar bart. Serliga menninir, ið vunnu gull. Kvinnurnar megnaðu at fáa silvur.
Gulliðið (Mynd: fimleikur.fo)
Kvinnurnar við silvurheiðursmerkjum (Mynd: fimleikur.fo)
Anna Sofía Bjarnastein Højsted og Astrid Nanley Breckmann vunnu báðar gull. Hetta var í somu kapping - á gólvinum Liðfelagirnir úr Havnar Fimleikafelag fingu júst sama úrslit, og vóru harvið javnsettar á fyrsta plássinum.
Tað eydnaðist eisini hjá Astrid at tryggja sær silvur í lopi. Marin Danielsen luttók hjá juniorunum: Har gjørdist úrttøkan gull í forskotin barr og gólv, og bronsu í lop.
Hjá monnum var tað serliga Aron D. Jacobsen, ið gjørdi bart. Havnarmaðurin vann gull í gólv, beinsveiggj, ringum og paralellari barr, umframt silvur í lop og rekk.
Rókur Vestergaard vann eisini gullheiðursmerki. Tað var í lop og í beinsveiggj. Beinsveiggj var deilt fyrsta pláss við Aron D. Jacobsen. Teir báðir fingu eins nógv stig.
Tríggir aðrir tryggjaðu sær og Føroyum heiðursmerki: Hjálmar Dalsgarð vann silvur í gólv, og bronsu í ringum og rekk. Bjarki Johannessen vann bronsu í beinsveiggj. Bjarki í Jákupsstovu vann bronsu í lopi.
Føroyingarnir við mongu heiðursmerkjunum (Mynd: fimleikur.fo)
Rúni Lamhauge er venjari hjá monnunum og Camelia Michaela Mindricel hjá kvinnunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2023
Vektlyfting: Maibrit Reynheim Petersen, Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Leif á Bøgarði, og Sofus Bech kappaðust undanfarna vikuskifti í liðkapping í Spania
Undanfarna vikuskifti vóru heili fimm lyftarar úttiknir at kappast til liðkapping í Spania.
Maibrit Reynheim Petersen, Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Leif á Bøgarði, og Sofus Bech kappaðust undir sama felagi, AK Atlas.
Uppsetanin av liðinum vóru hesir somu føroysku lyftarirnir og Bora Batur, ein danskur vektlyftari í 109kg bólkinum.
Hendan kappingin snúði seg eisini um at samla stig við at lyfta flest kilo upp um høvd. Úrslitið verður uppgjørt eftir fýra teimum bestu íðkarunum á felagnum. Tó skal liðið altíð vera uppgjørt av báðum kynum.
Teir fýra lyftarirnir sum kláraðu seg best, og megnaðu at vinna bronsuheiðursmerki vóru; Maibrit Reynheim Petersen, Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, og Leif á Bøgarði.
Úrslitini hjá lyftarinum vóru hesi:
Maibrit Reynheim Petersen
Trekk: 76/79/82x
Stoyt: 95/99/101x
Samlað: 178 kilo
Niels Áki Mørk
Trekk: 90/95/100x
Stoyt: 105/111/117
Pól Hendrikur Andreasen
Trekk: 90/94/96x
Stoyt: 113/119/122x
Samlað: 213 kilo
Leif á Bøgarði
Trekk: 102/107x/107x
Stoyt: 133/138x/143x
Samlað: 235 kilo
Sofus Bech
Trekk: 105x/105/109
Stoyt: 133/138/142x
Samlað: 247 kilo
Omaná tað flotta brosuheiðursmerkið sum liðið vann, vóru eisini onnur mál uppá spæl.
Niels Áki Mørk, sum longu hevur megnað kravið til norðurlendska meistaraheitið í 2023, kappaðist við tí í huga at seta nýggj føroysk met í -67kg vektbólkinum. Hetta megnaði hann sanniliga. Royndini á 117kg í stoyt og tað samlaða úrsliti á 212 kilo vóru bæði tvey føroysk met.
Pól Hendrikur Andreasen hevði sum mál at lyfta 213 kilo í tí samlaða úrslitinium fyri at megna kravið til NM í Landskrona í oktober. Pól megnaði 213 kilo til ta seinnu royndina í stoyt røðini.
Leif á Bøgarði hevði sama hugskot sum Pól, at megna kravið til NM, men hann megnaði akkurát ikki at lyfta 143 kilo í stoyt, sum annars hevði verið nokk.
Maibrit er úttikin til NM og kappaðist fyri at betra síni egnu føroysku met, tó miseyðnaðist hetta hóast hennara úrslit framvegis vóru alneyðug fyri liðkappingina.
Sofus skal leggja nøkur fá kilo á sítt samlaða úrslit og var hendan kappingin ein har hann kundi betra síni lyft.
Venjari til kappingina var Frank Petersen. Frank er stinnur venjari í vektlyfting og er venjari hjá summum at lyftarinum í Stoyt. Tá ið tað verður lyft uttanlands, er Frank ein avgerandi kraft til tey úrslitini sum vera lyft.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald