Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 15. juli 2023 | Nr. 28 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Emerald loksins komin heim til Føroya

SíÐa 2

1 Leygardagur 15. juli 2023

Góðan lesihug og góða Vestanstevnu

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Leiðin fram móti 2031

Føroysk ítrótt stendur framman fyri eini stórari avbjóðing. Tað liggur nú greitt, at leikirnir í 2031 – um átta ár – verða í Føroyum.

Hetta var kanska søtasti sigurin av øllum, sum kom á oyggjaleikunum á Guernsey, sum júst eru endaðir. Hetta tí at Føroyar hava verið meira ella minni blaklistaðar sum vertsland eftir at vit trektu okkum í úrtíð undan leikunum í 2019.

Ikki tí. Onki skal takast frá teimum nógvu góðu ítróttaligu úrslitunum, sum føroyingar fingu hesaferð. Hóast fyri okkum stórar ítróttagreinir ikki vóru við, her hugsa vit serliga um fimleik, flogbólt og judo, so umboðaðu føroysku ítróttafólkini okkum fyrimyndarliga við nógvum sannførandi sigrum og heiðursmerkjum.

Sera hugtakandi var at uppliva ta framgongd, sum frælsa ítróttin hevur havt, men eisini badminton, byrsu- og bogaskjóting høvdu góð úrslit, sum bæði íðkarar og føroyingar annars kunnu vera errin av.

Eitt, sum bæði ítróttafólk, leiðarar og áskoðarar í Guernsey hesa seinastu vikuna kundu uppliva er, hvussu ómetaliga stórir oyggjaleikirnir eru blivnir, og hvussu nógv skal til fyri at gjøgnumføra slíkar leikir.

At samanlíkna við leikirnar í 1989 ber ikki til. Í 2031 ber ikki til at rokna við, at ítróttafólkini kunnu sova í madrassum og soviposum í onkrum skúlahøli ella privat heima hjá fólki. Tann tíðin er farin.

Oyggjaleikirnir eru vorðnir so mikið professionellir, at ítróttafólkini vilja hava optimalar umstøður til at fyrireika seg til at avrika væl á ítróttavøllunum. Og tí skulu tey hava góðar sengur at sova í, og rættan mat til ávísar tíðir, og til tað krevst, at tey búgva á hotellum við góðum tænastum.

Hesir fasilitetir eru komnir í Føroyum, men tað er nógv, sum skal fyrireikast og fáast í lag, og tað er als ikki ov tíðliga at byrja beinanvegin.

Oyggjaleikirnir verða ikki minst ein avbjóðing fyri tær ítróttagreinir, sum skulu skipa fyri teimum einstøku kappingunum.

Vit hava á Guernsey sæð hvussu nógv tað krevur av hjálparum og sjálvbodnari arbeiðsmegi at ganga gestum og ítróttafólki til handa við leiðbeining og øðrum tænastum. Tað er ikki smávegis av fólkum, ið skulu savnast.

Ítróttagreinirnar áttu longu nú umhugsa, um tær ikki skuldu farið fjølment til Orknoyggjar at kanna hvussu okkara grannar gera, tá tey skulu skipa fyri komandi leikunum í 2025.

Sum onkur orknoyingur segði á Guernsey í vinuni, so eru tey ikki so mong í tali í Orknoyggjum, og bara tað at finna hjálparfólk kann gerast ein stór avbjóðing.

Føroysk ítróttaáhugað áttu at bjóða sína hjálp fram – kanska við hjálparfólki – sum so kundu innheinta royndir, taka við læru av, hvussu leikir verða fyriskipaðir, fyri á tann hátt at kunna skipa fyri uppaftur betri leikum, tá tey nógvu túsund ítróttafólkini koma til Føroyar um átta ár. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2191

    Lisnar síður: 8206

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 15. juli 2023

Emerald loksins komin heim til Føroya

Hósdagin stevndi Føroya nýggjasta og framkomnasta fiskiskip á Havnina fyri fyrstu ferð. Sí stóra myndarøð

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Emerald kom hósdagin á Havnina á fyrsta sinni, og stórur hátíðardámur settist yvir løtuna, tá ið Føroya nýggjasta fiskiskip kom heim til Føroya úr Turkalandi.

Emerald er bygdur á Tersan skipasmiðjuni í Turkalandi, og kostnaðurin er meira enn 400 milliónir krónur.

Skipið, sum er gjørt til at fiska rækjur og botnfisk, hevur heimstað í Havn, og felagið, sum hevur latið skipið byggja er P/f Havborg.

Verksmiðjutrolarin hoyrir til somu eigarar sum Enniberg, og kemur fyrst og fremst at fiska rækjur, meðan Enniberg fiskar botnfisk.

Emerald er útgjørdur at fiska við trimum trolum, og hevur møguleika at framleiða mjøl og olju umborð, og á henda hátt tekur skipið alt við til lands, sum fæst úr veiðuni.

Tað er norska fyritøkan Skipsteknisk, sum hevur sniðgivið skipið, og sama felag hevur eisini sniðgivið Enniberg, sum kom í føroyska flotan í 1990.

Fleiri myndir

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2023

3 Leygardagur 15. juli 2023

Hava keypt kappingarneyta

Bilaútleigarin Rent Your Car hevur keypt Just Drive

Jákup Breckmann, Michael Koba og Tór av Skarði
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bilaútleigarin Just Drive er keyptur av kappingarneytanum Rent Your Car.

Tað er Michael Koba, sum eigur og hevur rikið fyritøkuna Just Drive. Just Drive bilútleigan varð stovnað fyri seks árum síðani. Michael Koba fer nú aðrar leiðir, nú hann hevur selt Just Drive.

Rent Your Car hevur fimm ár á baki, og er ein av stóru aktørunum innan bilútleigan. Eisini fæst fyritøkan við gistingingarvirksemi og annað ferðavinnuvirksemi.

Eigarar av Rent Your Car eru Jákup Breckmann, Tór av Skarði og Jógvan Breckmann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2023

4 Leygardagur 15. juli 2023

Anna Mohr Holm nýggjur stjóri í Trygd

Anna Mohr Holm er sett sum nýggjur stjóri í Trygd. Hon avloysir Brian Smedemark, ið hevur verið stjóri seinastu fimm árini.

Frá vinstru: Brian Smedemark, fráfarandi stjóri í Trygd, Anna Mohr Holm, nýggjur stjóri í Trygd, og Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik-samtakinum og nevndarforkvinna í Trygd (Mynd: Trygd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í juni varð kunngjørt, at stjórin í Trygd, Brian Smedemark, fer í nýtt starv sum rakstrarstjóri í BankNordik. Í tí sambandi varð stjórastarvið í Trygd lýst leyst, og í dag er Anna Mohr Holm sett sum nýggjur stjóri. Hon tekur við starvinum tann 1. september.

– Trygd hevur seinastu árini ment nýggjar tryggingar til kundarnar, rokkið góðum fíggjarligum úrslitum og styrkt sína kappingarstøðu. Tað er tí eitt sterkt og nýhugsandi felag, ið vit nú lata upp í hendurnar á Annu Mohr Holm sum nýggjum stjóra og leiðslutoyminum í Trygd at føra víðari fram á leið, sigur Turið F. Arge, nevndarforkvinna í Trygd.

Anna er 47 ára gomul, útbúgving løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur drúgvar royndir úr føroyska tryggingarheiminum. Eitt skifti var hon deildarleiðari í Trygd, og seinastu árini hevur hon starvast í Betri Trygging.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2023

5

Størv

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025
6 Leygardagur 15. juli 2023

54.500 fólk búðu í Føroyum 1. juni

Tað eru 591 fleiri enn 1. juni í fjør – Fólkavøksturin var størstur í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

1. juni búðu 54.503 fólk í Føroyum.

Tað eru 591 fleiri enn um somu tíð í fjør, og svarar hetta til ein vøkstur á 1,1 prosent.

Síðani fólkavøksturin byrjaði fyri skjótt 10 árum síðani, er fólkatalið vaksið við 6.500 fólkum ella 14 prosent. Seinastu tíðina hevur fólkavøksturin tó verið lakari enn undanfarnu árini, skrivar Hagstovan.

Burðaravlopið minkaði óvanliga nógv í byrjanini av 2022, og hóast minkingin lutvíst varð uppvigað av einum lítlum vøkstri í nettoflytingini, so minkaði tað um árliga fólkavøksturin. Seinastu mánaðarnar er burðaravlopið vaksið nakað aftur, samstundis sum nettoflytingin er minkað eitt sindur. Spakuligi vøksturin í fólkatalinum heldur tí fram.

Fólkavøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 180 fólk og eini nettoflyting á 411 fólk. Fólkavøksturin var størstur í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu. Síðani í Nes og Sjóvar kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2023

7 Leygardagur 15. juli 2023

Section vaknar aftur til Ljósfest

Ein av bólkunum, ið fer á pall til Ljósfest í Vági í 12. august, er bólkurin Section

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ein av bólkunum, ið fer á pall til Ljósfest í Vági í 12. august, er bólkurin Section úr Vági.

Bólkurin var virkin árini innan og eftir 1990. Men til Ljósfest 2023 vaknar bólkurin til lívs aftur.

Sangarin í bólkinum, Hans Jacob Hjelm, hevur sagt, at bólkurin fyrstu ferð fór á pall í 1988, og at bólkurin sostatt kann halda sítt 35 ára jubileum. Árini eftir hetta var bólkurin sera virkin, og spældi til dans kring alt landið, og var væl fagnaður. 

Í september 1991 luttók bólkurin á maraton-konsert í batmintonhøllini í Gundadali í Havn. Bólkurin varð kosin besti bólkur, og fekk gávubræv á 5000 krónur. Í 1991 gav bólkurin eisini út bandútgávu, nevnd Í lagið. Nakað eftir hetta gavst bólkurin, og nakrir av manningini hildu á, saman við øðrum, í bólkinum, ið fekk navnið Hans Jacob og Vinmenn.

Nakrir av limunum í Section vóru Hans Jacob Hjelm, Rúni í Lágabø, Knút Nielsen, Árni Joensen, Jógvan Elias Thomsen, Jógvan Joensen, Tønnes Mikkelsen, Kári Debess og Johannus Andreasen.

Vágs kommuna

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2023

8 Leygardagur 15. juli 2023

Ólavur Eysturdal prestur í Hoyvík og Kaldbak

Sunnudagin skipaði Uni Næs, dómpróstur Ólav Eysturdal, prest, í embætið sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi

Ólavur Eysturdal
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnudagin skipaði Uni Næs, dómpróstur Ólav Eysturdal, prest, í embætið sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, í Hoyvíkar kirkju.

Ólavur Eysturdal skal røkja embætið frá 1. august til 30. november 2023, meðan Theodor E.D. Olsen er í farloyvi.

Ólavur tók guðfrøðisligt embætisprógv á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2021, og hevur virkað sum sóknarprestur í Oure-Vejstrup Lundeborg á Fjóni. Ólavur er ættaður úr Klaksvík og er 37 ára gamal.

Í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi eru tveir prestar og tvær kirkjusóknir – í Hoyvík og í Kaldbak, sum Ólavur fer at røkja saman við Bergtóri Hjelm Bjarkhamar, sóknarpresti.

Fólkakirkjan

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2023

9 Leygardagur 15. juli 2023

Tveir menn útvístir fyri stuldur

Tveir menn vóru í Føroya Rætti í vikuni dømdir fyri stuldur. Menninir, sum vóru útlendingar, vóru samstundis útvístir úr Føroyum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroya Rættur viðgjørdi í vikuni eitt mál har sum tveir menn úr Pólandi vóru ákærdir fyri stuldur. Menninir vóru ákærdir fyri í felag at hava stjolið amboð fyri uml. 50.000kr. Menninir høvdu m.a. stjolið frá arbeiðsgevaranum. 

Annar maðurin játtaði seg sekan, meðan hin noktaði. Báðir menninir vóru tó í einum dómsmansrætti í Føroya Rætti í gjár dømdir sekir og fingu 60 daga lutvíst treytaða fongsulsrevsing hvør. Afturat fongsulsrevsingini blivu menninir útvístir úr Føroyum við einum innferðarbanni í trý ár. 

Báðir menninir tóku við dóminum. Menninir sita nú í varðhaldi til teir verða vístir av landinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2023

10 Leygardagur 15. juli 2023

Tjaldrið kláraði illa at fylgja við

Vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið kláraði illa at fylgja við skipinum hjá Paul Watson. John Paul de Joria er farin út á 12 fjórðingsmarkið aftur

Her hevur John Paul de Joria verið á Havnini, og hevur sett kós eystureftir (Mynd: Paul Watson / Facebook)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Skjótt 50 ára gamla Tjaldrið kláraði illa at fylgja við John Paul de Joria, skipinum hjá Paul Watson, tá grindaboð brádliga vóru í Hestfirði sunnudagin.

Tjaldrið hevur annars ligið á 12 fjórðingsmarkinum og hildið eygað við, um Paul Watson og hansara bróta lógina, og fara inn um markið.

Tey á John Paul de Joria fingu boðini um grind um hálvgun fýra tíðina, og settu innan fáar minuttir kósina móti Havnini.

- Vit vóru bara kedd og ørg tí vit vistu, at tað fór at taka okkum hálvan fjórða tíma at koma á staðið, sigur Paul Watson á sínari Facebooksíðu.

- Verjuskipið setti aftaná okkum, men kláraði illa at fylgja við, tí John Paul De Joria er eitt skjótari skip, sigur Paul Watson.

Nakað eftir klokkan 16 vóru 78 hvalir hildnir til í Sandagerði.

Um hálvgun sjey tíðina kom John Paul de Joria á Havnina. Alt var langt síðani liðugt, men skipið sigldi kortini inn um molan og gjørdi vart við seg.

- Vit fara út á hav aftur og bíða eftir fráboðanum um dráp. Vónandi verða vit tættari næstu ferð, sigur Paul Watson.

John Paul De Joria er í kvøld uttan fyri 12 fjórðingsmarkið aftur, eystur úr Nólsoynni.

Nýggjara vaktar- og bjargingarskipið, Brimil, er í hesum døgum á beding hjá Mest í Havn.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2023

11
Leygardagur 15. juli 2023

Fram seldur til Froðba

Uppsjóvarskipið Fram er selt til eitt felag í Froðba

Fram er seldur til eitt felag í Froðba (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Lítla uppsjóvarskipið Fram, sum kom í føroyska flotan í 2014, er selt til eitt felag í Froðba.

Talan er um felagið Sp/f Ocean Harvest, sum hevur keypt skipið uttan kvotur. Sum skilst, so skal skipið brúkast til at fiska reyðæti og prikkafisk.

Fram hevur seinastu tíðina ligið í Vestmanna, har skipið hevur heimstað, og hóast skipið nú skiftir eigarar, so skiftir tað hvørki navn ella heimstað.

Tað er John Park á Tvøroyri, sum saman við ørðum hevur keypt skipið.

Hvat Fram er seldur fyri vita vit ikki.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2023

12
Leygardagur 15. juli 2023

Brimil botnviðgjørdur á Mest

Vaktar- og bjargingarskipið Brimil hevur verið á beding í Havn seinastu vikurnar. Botnurin er viðgjørdur og bógskrúvan fingið yvirháling

(Mynd: Mest)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinastu tíðina hevur vaktar- og bjargingarskipið Brimil verið á beding hjá Mest í Havn, og fingið millum annað fullfíggjaða botnviðgerð.

Mest skrivar á heimasíðuni, at hetta arbeuðið sum fevnir um femm løg av máling, tekur eina til tvær vikur.

Fyrst var dýbdar vasking av gomlu málingini gjørd við 3000 bar trýsti, so at vaska væl og virðiliga heilt inn á stálið. Á tann hátt fæst ein sløtt yvirflata. Síðani varð byrjað við yvirflatuviðgerð av nýggjum, við tveimum løgum av grundara og einum sambindingarlagi millum grundmáling og botnmálingina. Til síðst var málað við tveimum løgum av botnmáling.

- Henda heildarbotnviðgerðin leingir um slitstyrki og livitíð – og skipið kennist sum eitt nýtt skip aftaná hesa viðgerð. Úrslitið er samstundis ein slætt flata á botninum, sum tryggjar minni mótstøðu í sjónum og harvið betri lønsemi, skrivar Mest.

Ein yvirháling er eisini gjørd av bógskrúvuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2023

13 Leygardagur 15. juli 2023

283 fingið tilboð um lestrarpláss á Setrinum

237 hava fingið tilboð um bachelorútbúgving, 45 um masterútbúgving og ein um hjánám

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

389 søktu inn á Setrið í ár, og av teimum hava 283 fingið bjóðað lestrarpláss.

237 hava fingið tilboð um bachelorútbúgving, 45 um masterútbúgving og ein um hjánám. Lýst verður við møguligum tøkum lestrarplássum frá 7. august, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.

Flestar umsóknir vóru til sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina. Har verða lesandi tikin inn tvær ferðir árliga, og tilsamans 99 hava søkt um at lesa sjúkrarøktarfrøði – 44 við byrjan í summar, og 55 við byrjan í vetur. Av hesum hava ávikavíst 26 og 25 fingið tilboð um lestrarpláss.

58 søktu inn á løgfrøðiútbúgvingina, og 21 teirra hava fingið bjóðað lestrarpláss.

Ávikavíst 52 og 46 ynsktu at lesa til fólkaskúlalærara og námsfrøðing, og har eru 35 lesandi sloppin inn til báðar útbúgvingarnar.

Alt yvirlitið hjá Fróðskaparsetrinum sæst her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2023

14 Leygardagur 15. juli 2023

Føroyskar bøkur til útisetabørn kring heimin

BankNordik og Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags hava longt stuðulssamstarvið, ið ger tað møguligt hjá føroyskum útisetabørnum kring heimin at fáa bøkur bornar til dyrnar fyri sama prís sum í Føroyum. Áhugin millum útisetar er vaksandi.

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

“Fremsta endamálið hjá Bókaklubbanum er at geva føroyskum børnum spennandi og viðkomandi bøkur á føroyskum. Vit eru glað um at kunna bjóða øllum børnum sama møguleika at fáa føroyskar bøkur óansæð, um tey búgva í Føroyum ella uttanlands. Áhugin frá limum uttanlands er støðugt vaksandi, og tí eru vit sera fegin um, at BankNordik heldur fram sum høvuðsstuðul og hevur økt um stuðulin,” sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri í Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Tá samstarvið byrjaði í 2016, fevndi avtalan um útisetabørn í Danmark, har tað vóru fáir limir. Limatalið er síðan vaksið alsamt, og í dag eru oman fyri 250 børn uttanfyri Føroyar, sum fáa bøkur frá Bókaklubbanum sendandi átta ferðir um árið.

Seinastu tíðina er tilboðið víðkað, so at børn kring allan heimin kunnu fáa
føroyskar bøkur fyri sama gjald, sum limir í Føroyum rinda. Smyril Line stuðlar við at flyta bøkurnar ókeypis til Danmarkar, og stuðulin frá BankNordik verður brúktur til at fíggja tað eyka flutningsgjald, ið stendst av at senda til dyrnar kring allan heimin.

Í BankNordik eru tey fegin um samstarvið við Bókaklubban: ”Vit halda, at tað er umráðandi, at føroysk útisetabørn hava somu atgongd til føroyskar bøkur, sum børn í Føroyum. Vit vita, at tað stimbrar málmenningina hjá børnum at lesa bøkur, og vit eru fegin um at kunna virka fyri betri umstøðum fyri málmenning hjá útisetabørnum. Okkara stuðul er viðvirkandi til, at uppaftur fleiri útisetabørn fáa føroyskar bøkur í dag samanborið við fyri nøkrum árum síðani.

Tað er gleðiligt,” sigur Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í BankNordik.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2023

15 Leygardagur 15. juli 2023

Edmund Joensen fyrstilærari í Nólsoyar skúla

Edmund Joensen, sum er 61 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum lærari, umframt ávísar leiðsluroyndir

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Edmund Joensen í tíðaravmarkað starv sum fyrstalærara í Nólsoyar skúla skúlaárið 2023/24.

Edmund Joensen, sum er 61 ára gamal, tók læraraprógv í Ribe Statsseminarium í Danmark í 1999. Hann hevur tikið onnur viðkomandi prógv eisini, t.d. prógv sum vegleiðari í OCN-skipanini, ið er ein serstøk skipan, sum serbreytirnar á miðnámi nýta, har førleikar verða skrásettir og stig verða givin.

Edmund Joensen hevur drúgvar royndir sum lærari, umframt ávísar leiðsluroyndir. Hann hevur starvast í fólkaskúlanum í mong ár, umframt innan miðnám, har hann arbeiddi á serbreytini á Kambsdali. Harumframt hevur hann virkað sum einalærari í eitt ár í Tjørnuvíkar skúla.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2023

16 Leygardagur 15. juli 2023

Danmark undir nýggja olju- og gassleiting

Danska Orkustýrið hevur latið upp eina mini-útbjóðing í Norðsjónum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað kemur helst óvart á mong og her ikki minst tey, sum ganga á odda í grøna orkuskiftinum, at danskir myndugleikar hava avgjørt at lata upp fyri nýggjari leiting eftir olju og gass í einum øki í Norðsjónum, har tað frammanundan er nógv virksemi. Tað var annars táverandi danska stjórnin við stórum meiriluta í Fólkatinginum, sum nøkur ár herfyri sum ein tann fyrsta í heiminum gjørdi av at steðga allari nýggjari leiting eftir kolvetnum. Tó var tað fyrivarni gjørt, at um leiting skuldi loyvast, so skuldi tað vera nærhendis verandi loyvum og virksemi.

Økið, sum nú verður bjóðað út til leiting, liggur millum gassleiðirnar Elly og Luke, sum verða mettat at goyma 5,4 mia. kubikkmetrar av gassi. Talan er um gassleiðir við høgum trýsti og høgum hita, nakað, sum er ein fyrimunur. 

Orkustýrið sigur í eini viðmerking, sambært DR, at orsøkin til nýggju útbjóðingina er ein umsókn frá einum orkufelag. Norska felagið Bluenord (fyrrv. Noreco) hevur boðað frá, at tað hevur søkt um leitiloyvi.

Norðsjóvargrunnurin verður partur í nýggja loyvinum, tá og um tað verður latið. Vegna danska statin skal grunnurin eiga 20% í loyvinum.

Ein stórur meiriluti í danska fólkatinginum hevur fyrr samtykt, at alt kolvetnisvirksemi í donskum øki skal steðga heilt í 2050.

Danski veðurlags- og orkumálaráðharrin Lars Aagaard vísir aftur atfinngum um, at Danmark við hesi útbjóðingini er gingið frá gomlu Norðsjóvarsemjuni. -Okkara veðurlagsmál, gassnýtsla og endadagurin fyri framleiðslu standa framvegis við. Málið hjá stjórnini um 100% grønt gass í 2030 stendur við. Harafturímóti fer ein møgulig nýggj gassframleiðsla at stuðla upp undir orku- og veitingartrygdina í Evropa sigur hann, sambært DR.

Danska skipanin við loyvisgeving minnir ikki sørt um ta føroysku skipanina við Open Door. Tvs. talan verður ikki um nakra nýggja stóra útbjóðing, men feløg hava møguleika at søkja um leitiloyvi í einum longu kendum øki og til tess at fáa loyvi skal umsóknin leggjast út alment, soleiðis at eisini onnur hava møguleika at søkja.

Bretskir orkumiðlar gera nógv burtur úr donsku avgerðini at lata upp fyri nýggjari leiting og vísa á, at Danmark var nettupp tað landið, sum stovnaði ein felagsskap, ið  hevði til endamál at fáa onnur lond í heiminum heilt at gevast við leiting eftir olju og gassi.

Annars er orkufelagið TotalEnergies í løtuni í gongd við at seta til aftur risastóru Tyra gassleiðina í Norðsjónum, sum er vorðin umvæld og nútímansgjørd. Henda gassleiðin, sum áður hevur verið álitið í donsku orkuveitingini, stendur til at lata orku til umleið 90% av donsku nýtsluni. Neyðugt hevur verið at skifta út gomlu pallarnar við nýggjar, soleiðis at talan er um eina spildurnýggja orkuframleiðslu, sum skal troyta stóru nøgdirnar av gassi í donsku undirgrundini.

Sambært Norðsjóvaravtaluni skal kortini øll framleiðsla á danska landgrunninum steðga heilt í 2050 tvs. um 27 ár.

Danska avgerðin at lata upp fyri eini nýggjari útbjóðing, mini ella ikki, fer at fáa mong at yppa øksl, skrivar altjóða orkumiðilin Energy Voice og heldur fram: 

-Nógv varð gjørt burtur úr, tá fleiri Norðurlond í 2020 søgdu frá, at tey fóru ikki at loyva nýggjari leiting og Danmark stovnaði felagsskapin “The Beyond Oil and Gas Alliance”, BOGA undir COP26 ráðstevnuni í Glasgow. Undir leiðslu av Danmark og Costa Rica, sum ongantíð hevur troytt kolvetni, varð farið at sannføra onnur lond um at gerast limir í hesum felagsskapinum og eitt nú Grønland, Írland og Fraklandi tóku undir. Eitt skifti ljóðaði, at eisini Skotland ætlaði sær uppí.

Um somu tíð, skrivar Energy Voice víðari, hava Føroyar, sjálvstýrandi partur av Danmark, gjørt greitt, at tað hevði onga ætlan um at fara uppí felagsskapin BOGA men heldur at hava dyrnar opnar fyri olju- og gassleiting.

Keldur DR, Energistyrelsen og Energy Voice.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2023

17 Leygardagur 15. juli 2023

Semja í IMO: Skipaferðslan klimaneutral í 2050

Sjóvinnufelagsskapurin IMO undir ST er komin ásamt um eina avtalu um, at skipaferðslan skal vera klimaneutral í 2050

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eftir óvanliga nógvar fundir hevur tað loksins eydnast teimum 175 limalondunum í IMO at semjast um eitt mál fyri útláti av CO2. Skipaferðslan, sum stendur fyri 3% av samlaða útlátinum í heiminum, skal røkka null útláti í 2050. Tvs. at til hesa tíð skulu øll heimsins skip brúka onnur brennievni enn olju.

Skipaferðslan stendur sum er í dag fyri 90% av flutninginum av øllum vørum millum heimsins lond. Nýggja avtalan er meira ítøkilig enn tað felagsskapurin er vorðin samdur um higartil, nevniliga at gerast klimaneutralur í hesi øldini uttan at siga júst nær.

Hóast londini samdust um málið, so eru tey enn ósamd um, hvussu málið skal røkkast. Tað hevur verið róð framundir at áseta CO2 avgjøld, men enn er ikki komið á mál við hesum. Tosað hevur eisini verið um týdningin, at peningurin frá hesum avgjøldum skal fara til at minka um skaðarnar frá dálking og veðurlagsbroytingum í menningarlondunum.

Danski vinnumálaráðharrin Morten Bødsskov er sera fegin um avtaluna, sum hann sigur vera søguliga. Avtalan er eitt avgerandi stig á leiðini fram móti eini grønari framtíð, har skipaferðslan eisini má geva sítt íkast sigur hann. 

IMO er vorðið samt um at minka um útlátið við 20% í 2030 og við 70% í 2040, tó vilja tey gera eina roynd at røkka ávikavist 30 og 80% hesi tíðarskeiðini. Eisini skulu londini menna og samtykkja bindandi tøkniligt eftirlit í 2025, her eisini ein standard fyri brennievni.

Næsta stigið verður so at kunna áseta avgjøld fyri CO2 útlát, nakað, sum semja enn ikki er um. Viðmerkjarar siga, at málið er gott men spyrja, hvussu londini ætla at røkka málinum. Her kemur spurningurin um avgjøld á CO2 inn í myndina og hevur IMO gjørt av at taka hetta málið upp í 25-27.

Hjá danska reiðararíinum Mærsk eru tey sera fegin um semjuna í IMO. Mærsk er nevniliga eitt av teimum reiðaríunum í heiminum, sum er komið longst, tá talan er um at fremja grøna orkuskiftið í altjóða skipaferðslu. Fleiri av tess nýggjastu konteynaraskipum skulu brúka grønt brennievni. 

[object Object]

Umboð fyri Mærsk sigur við Børsen, at broytta støðan í IMO er eitt sera týðandi signal at senda shippingvinnuni, sum saman við framleiðarum av grønari brennievnum má taka seg um reiggj og vera partur av grøna orkuskiftinum.

Mærsk hevur saman við donsku stjórnini gjørt eitt stórt arbeiði í IMO til tess at sannføra onnur lond og fyritøkur um at taka stig á grønu leiðini, hetta skjótari enn gjørt higartil. Sambært undanfarnu avtaluni í IMO varð málið at minka útlátið niður í helvt í 2050. Nýggja avtalan tekur fulla stigið og sigur, at skipaferðslan skal vera klimaneutral í 2050.

Ein tann størsti spurningurin í øllum málinum er framleiðslan av nýggjum og grønum brennievnum. Fyrr enn komið er longuri og rokkið á mál so ella so við at framleiða nýggj grøn brennievni verður torført at røkka málunum um klimanetutralitet eru eygleiðarar samdir um. Menningin av framtíðar brennievnum framleidd við varandi orku, og sum skulu avloysa oljuna, eru av allarstørsta týdningi fyri skiftið. M.a. hava fyritøkur og umboð fyri sjóferðsluvinnuna heitt á verandi orkufeløg um at ganga undan at menna grønari brennievni.

Hóast tað tekur tíð at røkka hesum málinum, so verður miðjað móti longu í 2030 at kunna blanda saman grøn brennievni so sum metanol saman við fossilum, ið skip brúka í dag. Ein greiður politikkur á hesum øki skal røkkast í 2027. Ì 2030 skal luturin av grønum brennievnum í blandingini av brennievnum á skipum, verða millum 6 og 10% og ikki sum fyrr ásett av ES 6%.

Ein týðandi brikkur í øllum tí grøna puslispælinum verður so leikluturin hjá varandi orkuframleiðandi vinnununum, her ikki minst vindorka á landi og til havs eins og onnur varandi orka so sum sólorka, sjóvarfalsorka, kjarnorka ol. Allar hesar verða altavgerandi fyri framleiðsluna av grønum brennievnum - saman við tí neyðugu tøkniligu menningini. Hóast mál eru sett, so er enn langt á mál. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2023

18 Leygardagur 15. juli 2023

USA: Hava dripið IS-leiðara í Sýria

Usamah al-Muhajir varð dripin í einum dronuálopi fríggjadagin

MQ-9 Reaper-drona varð brúkt í álopinum fríggjadagin (Mynd: Getty Images)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

USA sigur seg hava dripið ein leiðara úr Islamiskum Stati (IS) í Sýria.

IS-leiðarin, Usamah al-Muhajir varð dripin í einum dronuálopi í Aleppo-landslutinum í norðara parti av Sýria fríggjadagin.

Eingin annar lat lív í álopinum, upplýsir leiðslan í amerikanska herinum sambært Ritzau.

– Vit hava gjørt greitt, at vit framhaldandi ætla okkum at niðurberja Isis (Islamiskur Statur, red.) í øllum økinum. Isis er framvegis ein hóttin, ikki bert í hesum økinum men eisini longur burtur.

Sambært Reuters vóru dronurnar, ið vóru brúktar fríggjadagin av slagnum MQ-9 Reaper.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2023

19 Leygardagur 15. juli 2023

Nú hevur Klaksvíkingur fyrimunin

Eftir tveir sigrar á rað til Norðing svaraði Klaksvíkingur aftur á Fjarðastevnu. Føroyameistararnir vóru á odda allan vegin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var størst spenningur um róðurin hjá 10-mannaførunum, tá fimti FM-róðurin í summar varð rógvin á Skálafjørðinum leygardagin.

Hetta var dagsins seinasti róður, og eins og hinir FM-róðrarnir var dýrdarveður, meðan róð varð.

Klaksvíkingur vann á tveimum teimum fyrstu stevnunum, men síðani hevur Norðingur svarað aftur. Tað var 2-2, áðrenn slagið skuldi standa á Skála seinnpartin.

Vestmenningur er triði báturin í 10-mannafarsróðrinum í ár, men tað er tungt at fylgja við teimum báðum bátunum úr Norðoyggjum.

Tað var eisini ov tungt hjá Norðingi á annars stilla sjógvinum. Klaksvíkingur byrjaði betur og misti ongantíð leiðsluna, hóast kappingarneytin gjørdi nakrar atsóknir. Serliga endaspurturin var fínur, men hetta var dagurin hjá Klaksvíkingi.Talan var um tryggan og flottan róður, og tíðin so mikið góð, at hon var heilt stutt frá metinum á teininum.

Sigurin merkir, at trýst er á teimum úr Norðdepli og Hvannasundi undan vestanstevnu. Um teir tó vinna tá, verður talan um sanna finalu hjá 10-mannaførinum á ólavsøku.

Annars vunnu báðar dreingjamanningarnar hjá Fípuni Føgru - barnamanningin hevur vunnið FM - og Nevið Reyða sigraði hjá áttamannaførinum. Harvið aftur nógv gull til Klaksvíkar í dag, men ikki eins nógv sum til aðrar stevnur.

Hjá 5-mannaførum við kvinnum endaði Fípan nummar trý, hóast tær frá Jarnbardi vóru farnar umborð á 6-mannafarið aftur - og vunnu ógvuliga sannførandi har. Drekin gjørdi bart í 5-mannaførinum, Sílið vann hjá teimum yngru, Víkingur hjá HR vann hesa ferð hjá 6-mannaførunum við minnum, og sigrar fóru eisini til Kollafjarðar, Kjósina, og Eysturkommunu, Geytan.

Sí øll úrslit og tíðir her (Stavnur.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2023

20 Leygardagur 15. juli 2023

KÍ stóð móti trýstinum

Ferencvárosi var samanlagt ikki nærri við at vinna enn føroyameistararnir, sum aftur vístu, at tað er ógvuliga torført at koppa teimum í slíkum dystum

Til tíðir var trýst á - serliga móti endandum - men tað sigur eitt sindur um avrikið og dystargongdina, at teir í KÍ leguni vóru heldur ónøgdir við javnleikin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Leygardagin eru tað júst tvey ár síðani, at KÍ tapti ein kappingardyst á heimavølli. Tað var í Conference League móti RFS úr Lettlandi, sum vann 3-2 eftir 90 minuttir við Djúpumýrar og spældi seg víðari í Conference League eftir longda leiktíð. Í fjør vann KÍ allar tríggjar evropeisku dystirnar - tað var nóg mikið til at koma víðari eina ferð.

Um javnleikurin móti Ferencvárosi týskvøldið er eitt nóg gott grundarlag til at koma víðari til 2. umfar í Champions League, vita vit um eina viku. Mest sannlíkt er tað ikki tað. Á stóra leikvøllinum í Budapest er talan um grasundirlag, sjálvur vøllurin er longri og breiðari enn tann við Djúpumýrar, tað verður væl heitari og meira kvalið og fleiri túsind larmandi heimáskoðarar fara at leggja trýst á.

Alt hetta er til fyrmuns fyri Ferencvárosi; liðið sum hevur vunnið meistaraheitið í Ungarn seinastu fimm árini, sum kom víðari úr Europa League-bólkaspælinum í fjør, sum hevur stórt russiskt venjaranavn og nógvar dýrar yrkisspælarar. Fyriuttan fyrstu tíggju minuttirnar, tá útiliðið burdi og skuldi lagt seg á odda, tyktiskt KÍ hava gott tamarhald á dystinum. 

Heimaliðið fekk leikferðina at hóska til sín, og KÍ fekk nógvar deyðbóltar, sum góvu ungarsku meistarunum stórar trupulleikar. Árni Frederiksberg stóð fyri hornaspørkum og longum innkøstum, ið gjørdust vandamikil. Serliga Vegard Forren var nær við. Royndi norski miðverjin spældi sín greitt besta dyst fyri Kí og var sannførandi, eins og sterki Heini Vatnsdal mitt fyri og ungi klaksvíkingurin Børge Petersen sum høgri miðverjin.

Forren hevði ein stútara á tvørtræðið, og landsliðsmálverjin hjá Ungarn var eina aðru ferð noyddur strekkja seg í hvørjar lykkju fyri at vippa bóltin uppum. Báðir møguleikarnir vóru í fyrra hálvleiki, tá vælleikandi Deni Pavlovic eisini gjørdist fríur eftir hornaspark men ikki fekk stýrt bóltinum í málið, og fremsti maðurin, Luc Kassi skeyt uppum.

[object Object]
Børge Petersen hevur ikki spælt serliga nógv í ár men hevur tikið av møguleikanum seinastu dystirnar (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Deni Pavlovic spældi ein frálíkan dyst á miðvøllinum. Serbin vann nógvar nærdystir, men noyddist út við snuddi stutt inn í seinna hálvleiki - her var hann nær við at leggja KÍ á odda (Mynd: Sverri Egholm)

Tann allarstørsta møguleikan í dystinum fekk KÍ nakrar fáar minuttir fyri leiklok. Útiliðið hevði annars fingið lagt eitt ávist trýst og var komið til nakrar støður, men teir nakað troyttu í bláum stóðu ímóti, og so spældu lívligi Patrick Da Silva og stinni liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen væl saman í vinstru. Vongbakkurin fekk pláss og legði útfrá til hin vongbakkin, innskifta Jóannes Kalsø Danielsen ið er plágaður av sjúku. Staddur miðskeiðis í brotsteignum smekkaði hann til, men bólturin rakti ein verjuspælara á vangan. Hann stóð mitt fyri málið í málteiginum, so KÍ hevði allarhelst vunnið 1-0, um vangin ikki var fyri.

Júst hesa blandaðu kensluna av at vera errin yvir avrikið og irða seg um, at man ikki fekk mál uppá minst av stóru møguleikunum, stóðu teir í KÍ-leguni við. Hetta kom eisini til sjóndar í viðtalunum, sum Portalurin hevði við umboð eftir dystin - sí leinkjur niðast.

Tað er helst eingin loyna, at tað verður ein ógvuliga trupul uppgáva at loysa í Budapest hóskvøldið. KÍ skal taka tær góðu taktirnar, sterka avrikið og góðu skipanina við til tær heilt øðrvísi umstøðurnar, har Ferencváros verður risafavorittur. Ferðin hjá føroyameistarunum byrjar longu fyrrpartin: Teir fara á venjingarlegu í Vildbjerg (DK) í nakrar dagar, áðrenn leiðin gongur til Ungarn.

[object Object]
Magne Hoseth fekk eina nýggja uppgávu og uppliving sum høvuðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Teir yvir 1.000 áskoðararnir gjørdu vart við seg og kunnu vera nøgdir við tað mesta hjá heimaliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Blandaðar kenslur hjá teimum í bláum, ið hava ógvuliga stóra uppgávu fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)

Champions League 1. umfar, fyrri dysturin
Við Djúpumýrar, týskvøldið 11.07

KÍ - Ferncvárosi 0-0

KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - René Shaki Joensen, Børge Petersen, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Partick Da Silva – Árni Frederiksberg, Deni Palvovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg – Luc Kassi

Hesir komu inn: Jóannes Kalsø Danielsen, Mads Boe Mikkelsen, Sivert Gussiås

Áskoðaratal: 1.119

Sí eisini: 
Meistarligt avrik hjá KÍ
Myndir: KÍ- Ferencvárosi

Samrøður: 
Árni Frederiksberg: - Skapa møguleikarnir og støðurnar til at vinna dystin í dag
Børge Petersen: - Man klárar alt um man vil
Magne Hoseth: Errin av avrikinum hjá dreingjunum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2023

21 Leygardagur 15. juli 2023

B36 tók ikki av

Heimaliðið hevði yvirvág í Gundadali og møguleikarnir at avgera dystin eftir steðgin - serliga við deyðbóltum. Nú skal B36 vinna í Estlandi

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eins og í Champions League-dystinum í Klaksvík týskvøldið endaði tað 0-0, tá B36 tók móti Paide úr Estlandi í fyrsta umfarinum í Conference League í kvøld. Eins og í gjár sat ein við kensluna, at um nakað lið skuldi vunnið dystin, so burdi tað verið føroyska liðið.

B36 spældi seg til nakrar góðar støður - serliga fyri steðgin - men í seinna hálvleiki var tað serliga eftir deyðbóltar, at teir í hvítum vóru nær við. Miðverjarnir Isak Jönsson og Sonni Ragnar Nattestad høvdu bestu støðurnar, men inn vildi bólturin ikki. 

[object Object]
B36 jagstraði dystin men fekk einki mál burturúr (Mynd: Sverri Egholm)

Útiliðið hevði ikki nógvar ætlarnir um at gera nakað serligt álopskent, og B36 fekk loyvi at stýra dystinum. Til tíðir manglaði tó spæl, hugflog og neyvleiki á seinasta triðinginum, og tað tykiskt sum Paide kom tað, sum komið var eftir.

Í B36-skýlinum og millum spælarar og venjarar iðraðu teir seg meira um, at man ikki megnaði at vinna og kenna sína vitjunartíð. B36 og Paide spæla seinna dystin um átta dagar í Estlandi.

Conference League 1. umfar
Mikudagin 12. juli
B36 - Paide Limmaskond 0-0

B36 (4-3-3): 
Mattias Lamhauge - Jann Benjaminsen, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson - Taufee Skandari, Eli Falkvard Nielsen, Andras Johansen - Hannes Agnarsson, Valerijs Sabala, Bjarki Nielsen

Hesie komu inn: Aron Knudsen, Emil Weihe Joensen, Símun Sólheim, Benjamin Heinesen og Michal Przybylski

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2023

22 Leygardagur 15. juli 2023

Framvegis einki mál í Føroyum

Bæði liðini høvdu møguleikar at avgerða dystin á Tórsvølli - Derry hevði fleiri í øðrum hálvleiki. HB hevur spennandi uppgávu í seinna dystinum um eina viku

Bjarti Vitalis Mørk og HB hildu málið reint, men í HB-leguni irða teir seg helst nakað um javnleikin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tríggir dagar á rað við evropeiskum heimadystum og triði dagurin á rað uttan mál á føroyskari jørð. Tað endaði 0-0, tá HB tók ímóti Derry City á Tórsvølli hóskvøldið, eins og tað gjørdi hjá B36 í gjár og KÍ týskvøldið.

HB hevði nakrar møguleikar og var omaná fyri steðgin. Dan í Soylu og Emil Berger, umframt Mads Borchers høvdu naskar skotroyndi. Eftir steðgin fekk Mattias Præst Nielsen greitt størsta málmøguleikan hjá heimaliðnum, tá bólturin stakk til innskifta danan, eftir eitt innlegg sum málverjin ikki ruddaði væl burtur. Onkursvegna fekk Præst ikki bóltin framvið málverjanum, sum nærum lá heilt niðri í skatstøðuni.

HB var meira spælstýrandi í løtum og flutti til tíðir bóltin heilt væl, men tað manglaði tað síðsta skerpni - serliga í seinna hálvleiki. Í summum førum manglaðu eisini fólk í brotsteignum.

Derry City vísti ikki ræðandi styrki, og HB-liðið var væl skipað størsta partin av dystinum. Útiliðið kom til nakrar góðar støður og skot í øðrum hálvleiki. Bjarti Vitalis Mørk hevði nakrar bjargingar, og stutt fyri leiklok noyddust tveir HB-verjuspælarar at kasta seg fyri í málteignum.

0-0 er eitt betri úrslit fyri útiliðið, og liðið hjá Jákupi Martin Joensen burdi kanska fingið betri úrttøku í dag. HB vísti tó ymiskar góðar taktir og hevur avgjørt framvegis ein møguleika at koma víðari í Conference League.

Conference League 1. umfar
Hósdagin 13. juli á Tórsvølli
HB - Derry City 0-0

HB (4-3-3): Bjarti Vitalis Mørk - Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Hørður Askham, Viljormur Davidsen (L) - Adrian Rúnasson Justinussen, Emil Berger, Dan í Soylu - Áki Debes Samuelsen, Mads Borchers, Ári Mohr Jónsson

Hesir komu inn: Mattias Præst Nielsen, Jákup L. Thomsen, Tróndur Jensen, Samuel Johansen Ckukwudi

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2023

23 Leygardagur 15. juli 2023

Víkingur skal venda tí í Føroyum

Øll trý málini í Andorra komu uppá deyðbóltar. Brotssparkið, sum Sølvi Vatnhamar umsetti til mál í 59. minutti, kann gerast ógvuliga týdningarmikið

Víkingur var aftanfyri 2-0 í steðginum men stríddi seg nærri. Sølvi Vatnhamar skoraði málið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Talan var ikki um tann best avgreidda dystin hjá steypavinnarunum, men unga liðið kemur tó til Føroyar við einum úrsliti, ið ger, at møguleikin fyri víðari luttøku er á góðari leið.

Umstøðurnar tyktiskt ikki at vera tær bestu fyri eitt føroyskt lið í Andorra La Vella. Ikki tí, grasvøllurin sá út til at vera rímiligur, men tað var heitt og heldur kvalið. Neyðugt var við vatnsteðgum, hóast klokkan gekk móti 19 lokala tíð, tá dysturin var liðugur.

Liðið úr Andorra hevði eisini meira hædd og styrki í deyðbóltunum. Hetta kom til sjóndar, við at tað gjørdist heldur vandamikið, tá long innkøst o.s.fr komu inn í Víkinga-brotsteiginum, og millum annað í samband við bæði málini.

Rumenin Raul Feher slapp at standa púra fríur mitt fyri málið og stúta bóltin inn, eftir at heimaliðið hevði fingið eitt heldur bíligt fríspark í sínari vinstru síðu. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki fekk Víkingur vátan vøtt, tá langt innkast kom innfyri, Bárður á Reynatrøð fór skeivur av bóltinum, og eingin Víkingur var heilt nær við málskjúttan: 2-0.

Inter Escaldes hevði annars ikki nógv í opna spælinum. Víkingur hevði bóltin meira, men tytiskt at hava tað ógvuliga torført við at skapa støður burturúr tí. Nógv mistøk vórðu gjørd við bóltinum, og tað skuldi eitt heldur tilvildarligt brotsspark til fyri at Sølvi Vatnhamar trygt fekk minkað.

Hetta gjørdist endaliga úrslitið. Heimaliðið hevði eitt skot á stongina heilt móti endanum - um hugt verður eftir tí og dystinum sum heild, kunnu Víkingarnir ikki vera ov ónøgdir við 1-2. Teir skulu nú vinna í Klaksvík fyri at hava møguleika at koma víðari.

Tað sást í dag, at ymiskt skal bøtast, og at fleiri spælarar hava spælt lítið í slíkum dystum. Tað var tó eisini týðiligt, at møguleikar liggja í hesari uppgerðini - serliga nú tá tað verður á føroyskari jørð.

Conference League 1. umfar, fyrri dysturin
Hósdagin 13. juli - Andorra La Vella
Inter Clud d' Escaldes (AND) - Víkingur 2-1 (2-0)
28' Raul Feher 1-0
45 (+1)' Ander El Haddadi 2-0
59' Sølvi Vatnhamar (br.) 2-1

Víkingur (4-3-2-1): Bárður á Reynatrøð - Signar á Brúnni, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson - Aron Jarnskor Ellingsgaard, Geza David Turi - Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson (74' Poul Kallsberg) - Martin Klein Joensen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2023

24 Leygardagur 15. juli 2023

Stjørnan styrkir seg við trimum royndum útlendingum

Málverjin Nina Abromovic, vinstri bakkurin Savica Mrkikj, og spælskiparin/verjuserfrøðingurin Valentina Landri eru allar 31 ár og hava royndir á høgum stigi

Valentina Landri hevur spælt landsliðshondbólt fyri Italia og er áður vald til besta verjuspælara í italsku kappingini (Mynd: Stjørnan)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Stjørnan endaði við bronsuheiðursmerkjum í SMS-deildini í fjør og tapið í steypahálvfinalunum, men felagið í Klaksvík vil meira til næsta kappingarár.

Í hesum sambandi hevur Stjørnan styrkt seg við trimum royndum útlendskum spælarum: Einari úr Montenenegro, einari úr Norðurmakedónia og einari úr Italia. Allar eru 31-ára gamlar og hava spælt yrkishondbólt í nógv ár. 

Tann fyrsta undirskriftin, ið kom uppá pláss, var við Ninu Abromovic. Hon er úr Montenegro og skal verja málið hjá Stjørnuni. Harvið avloysir Nina donsku Ditte Sørensen. Stjørnan skrivar, at nýggi málverjin millum annað hevur royndir úr bestu deildini í Grikkalandi.

[object Object]
Ninu Abromovic skrivar undir (Mynd: Hondbóltsfelagið Stjørnan) 

Í dag hevur felagið kunngjørt tvær aðrar, sum skulu styrkja um liðið: Valentina Landri úr Italia og Savica Mrkikj úr Norðurmakedónia

- Valentina hevur spælt á sera høgum stigi í fleiri ár, har hon millum annað hevur verið við til at vunnið gull fleiri ferðir í bestu deildini í Italia. Valentina er eisini kosin sum ársins verjuleikari fyri kvinnudeildina í Italia. Eisini hevur Valentina umboða Italia við U18 og U20 landsliðnum, skrivar Stjørnan á síðu sínari.

Landri hevur sereginleikar í verjupartinum men er eisini spælskipari og sterk í gjøgnumbrotsspælinum. Hon hevur spælt A-landsdystir fyri sítt land - Savica Mrkikj hevur spælt sjey slíkar. Tær koma báðar úr italska felagnum Erice, har tær hava spælt seinastu á

- Tann 184 cm høgi vinstri bakkurin, hevur drúgvar royndir innan hondbólt á høgum stigi. Millum annað hevur Savica spælt super-liga í Makedonien og seinastu tvey árini í Erice, har hon hevur staðið seg væl.

[object Object]
Savica Mrkikj er høgur bakspælari 

Annika Karlsdóttir Ljósstein og Svein Rógvi Ljósstein Nielsen halda fram sum venjarar hjá Stjørnuni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2023

25 Leygardagur 15. juli 2023

Kyndil brynjar seg til nýggja kappingarárið

Ovi Lützen, Rógvi Dal Christiansen og Høgni Klein Olsen venda aftur til barndómsfelagið

Ovi Lützen (nr. 23) eftir ein sterkan innsats til U21 HM í Týsklandi. Hann skiftir nú yvir til Kyndil aftur (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinastu árini hava verið hørð hjá Kyndilsmonnum, sum ikki hava verið nærnámind teimum stuttligu plássunum. Avgerð er nú tikin um, at vend skal koma í, at Kyndil skal í oddin aftur, og nógvar broytingar verða til næsta kappingarár.

Í vár varð nýggja venjaratoymið sett, og tað er komið uppá pláss, at tríggir danir skulu spæla við í 2023/2024: Tveir úr Bornholm og ein vinstri bakkur úr Skive.

[object Object]
Nýggja venjaratoymið: Jacob Lárusson, David Edvardsen og Óla Hendrik av Fløtum (Mynd: Kyndil)

[object Object]
22-ára gamli Tobias Thisen og 24 ára gamli Kristian Jeppsen koma úr Viking, ið er lið frá Bornholm (Mynd: Kyndil)

Nú er eisini endaliga greitt, at íhvussu er tríggir fyrrverandi profilir venda aftur til barndómsfelagið: 

- Tað er við stórari gleði, at vit í Kyndli kunnu avdúka, at fleiri av okkara lokalu kreftum venda heim aftur til barndómsfelagið. Høgni Klein Olsen, Rógvi Dal Christiansen og Ovi Lutzen eru spælarar, sum fyrr hava spælt á besta mansliðnum. Allir hava teir umboðað fyrimyndarliga, og tað er tí eingin ivi um, at hendan lokala tilgongdin fer at styrkja liðið bæði á og uttanfyri vøllin.

Ovi Lützen skifti miðskeiðis í síðsta kappingarárið til grannarnar Neistan fyri at fáa størri avbjóðingarnar. Hann gjørdist skjótt lyklaspælari í álopi og verju hjá teimum í bláum, men nú er hann aftur í grønum. Sterki 21-ára gamli bakspælarin/miðverjin gjørdi vart við seg í nøkrum dystum í U21 HM í Týsklandi og hevði eisini tilboð uttanfyri landoddarnar.

[object Object]
Ovi (nr. 22) fegnast her saman við Tórði Guttesen. Stinni málverjin var skaddur størsta partin av síðsta kappingarárið, men hann er við at vera klárur at spæla hondbólt aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Rógvi Dal Christiansen er royndur og sterkur strikuspælari. Hann fyllur 30 ár í næstu viku og hevur spælt á A-landsliðnum. Síðstu tíðina hevur Rógvi umboða Roskilde Håndbold í næstbestu donsku deildini. Hann hevur verið í Danmark í lestrarørindum eisini men vendir nú aftur til føroyska høvuðsstaðin.

Høgni Klein Olsen hevur eisini verið burtur í eina tíð - síðani 2019. Skjóti vongurin spældi nógv ár á besta liðnum hjá barndómsfelagnum, og nú verður hann aftur at síggja í grønum og svørtum. Høgni er eitt ár eldri enn Rógvi og er høgri vongur.

[object Object]
Rógvi Dal Christiansen í skotroynd í grannauppgerð (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2023

26 Leygardagur 15. juli 2023

De Gea og United skiljast

32-ára gamli spanski málverjin fekk ikki nýggjan sáttmála. Hann hevur verið í felagnum í 12 ár og spælt 545 dystir fyri felagið

David de Gea og Manchester United hava havt sínar niðurtúrar síðani 2013, men spanski málverjin hevur mangan víst seg sum ein klassa málverja (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í longri tíð hava gitingar verið um David de Gea. Stóri sáttmálin millum málverjan og Manchester United var galdandi til 30. juni, og tað mesta bendi á, at hesin fór at verða longdur.

Tó hevur eisini nógv verið frammi um, at United skal hava ein nýggjan málverja - ein sum "dugir betri at spæla bólt" enn 32-ára gamli spaniólin. Hann hevur mist sítt pláss á spanska landsliðnum millum annað av hesi orsøk.

Miðlar hava seinastu vikurnar skrivað um áhugan hjá Manchester United fyri André Onana. Málverjin úr Kamerun hevur seinasta árið spælt fyri Inter Milan og gjørdi millum annað vart við seg í Champions League. Onana hevur sereginleikar við bóltinum og spældi nøkur ár undir Erik ten Hag í Ajax. Sambært seinastu søgunum hevur United sent eitt boð áljóðandi 50 milliónir evrir fyri málverjan.

[object Object]
Nógv bendir á, at André Onana skal avloysa David de Gea í Manchester United

Ein nýggj avtala millum Manchester United og David de Gea var so at siga komin uppá pláss síðst í juni, men sambært nógvum keldum bakkað United út aftur. Síðani hevur óvissa valda, og nú er endaliga greitt, at royndi spanski málverjin er fríur á marknaðinum.

Spælarin og felagið hava í dag boðað frá, at hatta var tað. David De Gea legði kensluborin boð út á sosialu miðlarnir. Hann var í United í tólv ár og var við at vinna eitt meistaraheiti, Fa Cup og Evropa League, umframt League Cup tvær ferðir.

Hóast tað hevur verið niðurgongd í felagnum, hevur De Gea oftast hildið eitt høgt stig. Hann er kosin ársins spælari í felagnum fýra ferðir, helt málið reint oftast í Premier League í fjør og tók eisini metið frá Peter Schmeichel  - 190 cleen sheet fyri felagið. Samanlagt gjørdist talan um 545 dystir fyri Manchester United. Nú leitar David De Gea eftir nýggjum felagi, og enska stórfelagið skal hava nýggjan fyrsta málverja. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2023

27 Leygardagur 15. juli 2023

Føroyar vertir fyri oyggjaleikum 2031

Nú verður beinanvegin farið í gongd við fyrireikingarnar

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í 2031 verða oyggjaleikirnir aftur í Føroyum. Hetta hevur leiðslan í Ítróttasambandi Føroya fingið at vita frá altjóða oyggjaleikanevndini.

Annars skuldi avgerðin um vertskapin ikki takast fyrr enn um trý ár, men í dag hava Føroyar fingið at vita, at hinar oyggjarnar, ið vóru áhugaðar í vertsskapinum í 2031 hava trekt sínar umsóknir aftur, og tí eru bert formalitetir eftir.

Hetta upplýsti Elin H. Joensen, ÍSF-forseti fyri Kringvarpinum.

Føroyar hava leingi havt ynski um at hýsa oyggjaleikunum aftur. Føroyar hava bert hýst oyggjaleikunum eina ferðir, tað vóru teir triðju leikirnir í 1989.

Ein roynd var gjørt at hýsa leikunum aftur í 2019, men Føroyar trektu seg aftur, og sum skilst, var tað ikki so væl móttikið av hinum limunum í oyggjaleikafelagsskapinum. Tað var upp á tal at fáa leikirnar í 29, men tað varð slept aftur, og nú verður tað í í 2031 ístaðin.

Komandi oyggjaleikir í 2025 verða á Orknoyggjum.

Sambært ÍSF-forsetanum verður nú beinanvegin farið undir fyrireikingararbeiðið til leikirnar í 2031. Fyrsta avgerðin, ið skal takast er, hvørjar ítróttagreinar skulu vera, og her lovar Elin H. Joensen at allar oyggjaleikagreinirnar, sum føroyingar íðka, verða við. Í ár eru ítróttagreinar sum fimleikur, judo og flogbóltur við sviðusoð. Flogbóltur og fimleikur vóru heldur ikki við seinast, á Gibraltar 2019.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2023

28 Leygardagur 15. juli 2023

Myndir: Oyggjaleikirnir settir á Guernsey

Oyggjaleikasetan var í St. Peter Port á Guernsey leygarkvøldið. Sí myndir frá setanarhátíðarhaldinum, sum Jens Kristian Vang tók

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Síggj allar myndirnar

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2023

29 Leygardagur 15. juli 2023

Miriam av Strondum – einasti føroyingur á Guernsey

Fór til Guernsey at arbeiða sum frisør fyri 60 árum síðani

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyska ferðalagið á oyggjaleikum í Guernsey fekk í sunnudagin høvi at heilsa upp á ein óvæntaðan landsmann júst sum triathlon-kappingin var liðug seinnapartin sunnudagin.

Ein eldri kona, sum stóð og veittraði við einum føroyskum flaggi kom á tal við konu løgmans – á mergjaðum strandamáli – og so var skjótt, at konan varð førd yvir til staðið, har stórur partur av føroysku fjølmiðlunum, og eisini almennu gestirnir hjá ÍSF vóru stødd.

Kvinnan var 81 ára gamla Miriam Bisson, ið kallar seg einasta føroying, sum er fastbúgvandi á Guernsey. Hon hevur búð á hugnaligu og vinarligu ermasundsoynni í 60 ár.

Tað vísti seg, at hon býr skamt frá har sum triathlonkappingin var, so tað varð súkklað og runnið í hennara grannalagi, og tí var tað ein sjálvfylgja at hon kom oman at heppa á føroyingarnar.

- Nú hevi eg bíðað eftir tykkum í 20 ár, segði fríska strandarkonan og sipaði til, at tað ikki hava verið oyggjaleikir á Guernsey síðan 2003.

Miriam er fødd Klein, og fór sum ung ein túr til Guernsey at arbeiða eitt skifti sum hárfríðkanarkvinna. Her møtti hon komandi manni sínum, sum “noktaði” henni at fara heim aftur til Føroya at vitja fyrr enn hann hevði fingið hennara ja í kirkjuni.

Hjúnabandið hevur givið teimum tríggjar synir og ein hóp av barnabørnum. Mirjam er nýliga vorðin einkja, maðurin doyði fyri einum góðum mánaði síðani, fortaldi hon fyri nógvu føroyingunum, borgarstjórum og løgmanni, sum vildu heilsa upp á føroyingin á Guernsey. 

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2023

30 Leygardagur 15. juli 2023

Silvur og bronsa til Fløtt-brøðurnar

Teir fingu bronsu í liðkappingini mánadagin – týsdagin skutu teir móti hvørjum øðrum, og stóribeiggin legði seg framum í síðstu løtu

Jóhann til vinstru og Tórur til høgru (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroysku skeet-skjúttarnir, Tórur og Jóhann Fløtt, vunnu aftur heiðursmerki á oyggjaleikunum týsdagin.

Stóribeiggin Tórur vann silvur og lítlibeiggin Jóhann vann bronsu.

Teir skutu seg báðir trygt í finaluumfarið fyrrapartin. Í sjálvari finaluni fingu teir harða mótstøðu móti einum meira ella minni professionellum skjútta av Gozo, sum er nýggja limaoyggin í oyggjaleikasamanhangum. Gozo er ein oyggj uttan fyri Malta.

Marlon Attard, sum er navnið á Gozo-búgvanum vann trygt.

Tað er soleiðis í finaluumfarinum, at seks skjúttar byrja. Teir seks skjóta fyrst tvær ferðir av trimum plattum. Tann, ið hevur kiksað flest ferðir má fara úr kappingini. Síðan verður hildið fram eina ferð á teimum mittastu trimum plattunum, til bert tveir skjúttar eru eftir.

Tað sást beinanvegin, at Gozo-búgvin var tendraður í finaluumfarinum. Tað gekk eisini væl hjá Jóhann, meðan Tórur kiksaði so mikið, at hann stóð líka illa, sum maðurin av Gotlandi, sum fyrstur varð sendur úr kappingini. Her kom góða plaseringin hjá Tóri í innleiðandi umførunum honum til fyrimuns.

Næstur út var maðurin úr Orknoyum og triður at lúta var maðurin úr Álandi. So vóru bara Gozo-búgvin og Fløtt brøðurnir eftir, harav Gozo-búgvin var nógv fremstur.

Tá teir fóru undir fjórða umfar var lítlibeiggin framman fyri, men so byrjaði hann at kiksa meira enn stóribeiggin gjørdi, og tí varð Jóhann Fløtt sendur út við eini bronsuheiðursmerki.

Í fimta og seinasta finaluumfari helt Gozo-búgvin fram við at raka, og har var onki at gera hjá Tóri, sum mátti fegnast um silvurheiðursmerkið.

Í Gotlandi 2017 vann Tórur bronsu í hesi greinini, meðan hann, ógvuliga vónbrotin, bert gjørdist nummar fimm á sesinastu oyggjaleikum á Gibraltar.

Hetta er fyrstu ferð, at Jóhann Fløtt er við á oyggjaleikum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2023

31 Leygardagur 15. juli 2023

Silvur til recurveskjúttar liðkapping

Taptu fyri Orknoyggjum í finaluni

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroysku bogaskjúttarnir fingu enn eitt silvurheiðursmerki í týsdagin. Talan var um blandaðu liðkappingina head-to-head, har tvey og tvey lond kappast móti hvørjum øðrum fram til eina finalu.

Føroyska liðið í recurve kom heilt fram til finaluna, har tey máttu lúta fyri Gotlandi, sum vann gull, meðan Føroyar fingu silvur.

Á veg til finaluna vunnu Føroyar fyrst 2-0 á Falklandsoyggjum, síðan síðan 5-4 móti Guernsey í hálvfinaluni, meðan finaluúrslitið gjørdist 5-3 til Gotland í finaluni.

Compound skjúttarnir høvdu eina líknandi kapping. Her møtti føroyska liðið Orknoyggjum í fyrsa umfari, sum var fjórðingsfinalan, men orknoyingar vunnu 131-125 og so var føroyska liðið úti. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2023

32 Leygardagur 15. juli 2023

Torkil traðkaði seg til eitt níggjunda pláss í tíðarkoyringini

Myndir: Føroysku súkklararnir gjørdust nummar seks í liðkappingini í tíðarkoyring

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroysku súkklararnir megnaðu ikki at gera seg galdandi, tá tíðarkoyring var í súkkling á Guernsey. Og tá satt skal vera satt, so høvdu teir heldur ikki roknað við tí, tí súkklingin í Føroyum hevur avbjóðingar við tilgongdini til ítróttina..

Føroyingar hava annars klárað seg væl á teimum seinastu leikunum og vunnið fleiri heiðursmerki. Ikki minst orsaka av sterka súkklaranum, Torkili Veyhe.

Kortini var spenningur undan tíðarkoyringini, júst tí at júst Torkil Veyhe var við. Hann hevur annars ikki súkklað nakað av týdningi hesi seinastu trý árini síðan hann gavst sum professionellur í 2020 fyri at miðsavna seg um konu og børn og so eitt krevjandi starv sum verkfrøðingur í Danmark. Tíðarkoyringin á Guernsey í dag er tann fyrsta kappingin hjá honum síðan hann gavst.

Tað merktist eisini á mállinjuni, at fólk vóru spent um hendan Torkil, tí hann ikki var skrásettur fyri nakað serligt á teimum appum, sum súkklarar brúka. Torkil vann hesa kappingina í Jersey í 2015 og á Gotlandi í 2017 og kom inn á fimtapláss í Gibraltar í 2019.

Hann kláraði seg eisini væl. Gjørdist nógv besti føroyingur, men tað røkk ikki til meira enn eitt níggjunda pláss.

Tíðin 38 minuttir og 25,27 sekund var umleið ein minutt og 50 sekund seinni enn Kevin Chant av Isle of Wight, sum vann í tíðini 36 minuttir og 34,11 sekund. Sam Culverwell, Guernsey vann silvur og John Pallot, Jersey vann bronsu.

Helgi Winther Olsen gjørdist nummar 14, Jákup Petur Eliassen nr. 32, Magni J. Hansen nr. 40 og Bergtór T. Thomsen nr. 42. 52 súkklarar luttóku.

Spenningur var leingi um hvussu fór at gangast í liðkappingini, har Føroyar fyrr hava vunnið bronsu fleiri ferðir. Men hesaferð rukku føroysku úrslitini til eitt sættapláss. Isle of Wight vann framman fyri Guernsey og Jersey.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2023

33 Leygardagur 15. juli 2023

Finn tapti gullið í umskjótingini

Vann bronsu í 1993, síðan hevur verið medaljuturkur til í ár. Mánadagin fekk hann bronsu i liðkappingini og týsdagin silvur í einstaklingakappingini

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

56 ára gamli skjúttin Finn Ludvig vann silvurheiðursmerki í trap-skjótikappingini týsdagin.

Tað gjørdist ein sera spennandi kapping. Í innleiðandi umførunum var um reppið, at Finn Ludvig ikki kom í finaluna. Hann hevði sett sær sum mál at enda millum teir seks bestu og skjóta í finaluni.

Tað eydnaðist við einum góðum seinasta umfari í innleiðandi kappingini.

Tá finalan loksins byrjaði eftir nakrar trupulleikar við kastimaskinunum, vísti tað seg, at Finn og maðurin av Menorca vóru teir stinnastu.

Teir vóru seks í finaluumfarinum, og ein fyri og annar eftir fóru teir út til bara Finn Ludvig og Juan Manuel Bagur Bosch vóru eftir.

Finn var framman fyri við tveimum dúgvum, tá síðsta umfar við 10 dúgvum skuldi skjótast. Her rakti Menorca búgvin væl, meðan Finn kiksaði nakrar, so tá liðugt var, stóð á jøvnum.

Umskjóting – sudden death. Tað vil siga, at teir skuldu skjóta inntil annar ikki rakti. Fyrstu og aðru ferð raktu báðir. Triðju ferð rakti Menorca-búgvin, meðan Finn misti.

Harvið tapti oyggjaleikaveteranurin gullið, men vann silvurið. Finn Ludvig var fyrstu ferð við á oyggjaleikum í Álandi í 1991 og á Isle of Wight í 1993, vann hann heiðursmerki - úr bronsu. Síðan hevur hann luttikið fleiri ferðir, tó uttan at vinna heiðursmerki. Til mánadagin, tá hann vann bronsu í liðkappingini.

Týsdagin gjørdist tað til eitt flott silvurheiðursmerki. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2023

34 Leygardagur 15. juli 2023

Maria rann og leyp seg til silvur

Gjørdist nummar tvey í rimarenning í tíðini 1:03,39

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

400 metra renningin mánakvøldið var eitt vónbrot fyri Mariu Biskopstø, men í týskvøldið fann hon smílið aftur, tá hon var næstskjótast í kappingini í 400 metra rimarenning.

Maria kom á mál í tíðini 1:03,39, sum røkk til silvurheiðursmerki. Gullið vann Olivia Allbut av Jersey í tíðini 1:01,40. Aimee Christian av Manoy vann bronsu við tíðini 1:09,41 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2023

35 Leygardagur 15. juli 2023

56 føroyskir skótar á Jamboree í Suðurkorea

22. juli fara 56 skótar úr Føroyum á heimsins størstu skótalegu í Suðurkorea.

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Talan er um sokallaðu jamboreeina, ið verður hildin 4. hvørt ár. Leiðin gongur til SaeManGeum, har skótarnir skulu vera á jamboree frá 1. til 12. august.

Jamboree er altjóða skótalegan, ið verður hildin fjórða hvørt ár, og sum uttan samanbering er tað størsta, sum ein skóti kann uppliva í skótatíðini.
Saman við skótum úr 152 ymiskum londum skulu skótarnir úr Føroyum halda legu á SaeManGeum, sum er ein turrløgd rísmark, og sum er gjørt til eitt rætt paradís fyri skótar.

Um 40.000 luttakarar verða á leguøkinum, sum er umleið seks kilometrar breitt og tveir kilometrar langt, og á leguni fara skótarnir at virka undir temanum “Draw your dream”, ella “Tekna tín dreym”, sum skal fáa skótarnar at vísa, skapa og liva nýggjar dreymar.

Á leguni sjálvari verður gerandislívið kanska eitt sindur øðrvísi, enn skótarnir eru vanir við í Føroyum ella frá øðrum legum. Tjøldini standa longu klár, tá skótarnir koma á leguna, og matgerð fer ikki at ganga fyri seg á báli ella á sprittkøki, sum annars er gerandiskostur her um leiðir.

Fyri at luttaka á leguni sum skóti, skal skótin vera millum 14 og 18 ár, og av tí at jamboreein verður einans hildin 4. hvørt ár, ber bert til at fara á eina jamboree sum skóti.

Tað eru tó ikki bara skótar, sum eru á jamboreeini, tí hópin av arbeiðsfólki er eisini við, soleiðis at legan koyrir eftir ætlan.

Legan sjálv er frá 1. til 12. august, men føroyska ferðaliðið fer avstað longu 22. juli. Hetta er tí at saman við danska ferðaliðnum skulu føroyingar í vikuni undan leguni ferðast í Suðurkorea, millum annað í høvuðsstaðnum Seoul, har endamálið er at læra eitt sindur um vertstjóðina fyri Jamboreeina.

Tað er skótarørslan í Suðurkorea, ið skipar fyri Jamboreeini fyri altjóða skótafelagsskapin WOSM (The World Organization of the Scout Movement).

Kelda: Føroya Skótaráð

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2023

36 Leygardagur 15. juli 2023

Eiri rann frá øllum og fillaði føroyska metið

Eiri Jógvansson Glerfoss vann Føroyum gull í mest glæsiligu greinini í frælsum ítróttum – 100 metra renningini

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyar gjørdu bart á leikvøllinum fyri frælsar ítróttir mánakvøldið. Tvey gull og eitt silvurheiðursmerki.

Beint eftir, at Jónas Isaksen hevði fingið sítt gullheiðursmerki um hálsin fyri flotta sigurin í 400 metra renning, megnaði ungi Eiri Jógvansson Glerfoss at gera tað, sum kanska ongin annar enn hann sjálvur og pápi hansara og onnur, ið standa honum nær, høvdu roknað við.

Nevniliga at vinna gull á 100 metrinum. Eiri hevði runnið sannførandi bæði í innleiðandi og í hálvfinaluni, har hann setti føroyskt met við fyrstu skrásettu tíðini undir 11 sekund.

Og í sjálvari finalun kutaði hann eitt stórt petti av føroyska metinum. Hóast sjey av teimum átta rennarunum komu í mál við eini tíð undir 11 sekund, so kláraði ongin at renna skjótari enn Eiri, sum setti nýtt met í tíðini 10,58 sekund. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2023

37 Leygardagur 15. juli 2023

- Sigurin er til mammu

Ungi kvívíkingurin, Jónas Gunnleivsson Isaksen, sum her fyri misti mammu sína, ognaði henni flotta sigurin

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Eg lovaði mammu, at eg skuldi vinna oyggjaleikir, so hetta er fyri hana. Alt fyri mammu.

Soleiðis segði ungi og dugnaligi rennarin úr Kvívík, Jónas Gunnleivsson Isaksen, sum vann fyrsta føroyska gullið í frælsum ítróttum. Sigurin kom í 400 metra renning.

Tað er stutt tíð síðan at hann misti mammu sína, so tað gjørdist ein rørandi løta at síggja evnaríka rennaran vinna so flottan sigur.

Hann rann skjótast í innleiðindi riðlunum í sunnudagin, og gjørdi tað aftur í mánakvøldið.

- Eg visti, at tað bara var ein annar rennari, ein av Guernsey, sum kundi hótta meg. Eg hevði hann innan fyri meg, og hevði alla tíðina eygað við honum, og hann gjørdist ongantíð ein hóttan, staðfesti ungi kvívíkingurin.

Jónas vann 400 metra teinin í tíðini 46,02 minuttir. Cameron Charlers av Guernsey fekk silvur í tíðini 46,33 og Peter Curtis, eisini av Guernsey vann bronsu við 47,82.

Dánjal Dahl Ljósheim, var eisini við í finaluni. Hann gjørdist nummar fimm við tíðini 49,06.

Tveir føroyingar vóru eisini við í finaluni fyri kvinnur, men komu ikki upp á tal, tá heiðursmerkini skuldi býtast. Oddvør Josephsen gjørdist nummar fýra í tíðini 57,94 og Maria Biskopstø gjørdist nummar sjey í tíðini 59,56.

Kom undir 11 sekund

Nú verður bíðað í spenningi til 100 metra finaluna, har Eiri Jógvansson Glerfoss er við. Hann gjørdist nummar tvey í síni hálvfinalu uttan at spenna seg heilt út, við tíðini 10,97 sekund. Vistnokk fyrstu ferð føroyingur hevur runnið 100 metrar undir 11 sekund.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2023

38 Leygardagur 15. juli 2023

Jónas vann suverent – men veit ikki hvussu skjótt hann rann

Tíðartøkan kiksaði í 200 metra finaluni fyri menn

Jónas var fleiri metrar framman fyri hinar tá hann vann 200 metra renningina (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Var talan um ein flottan sigur, tá bert 17 ára gamli kvívíkingurin Jónas Gunnleivsson Isaksen vann gull í 400 metra renningini mánakvøldið, so var tað ikki minni suverent, tá hann vann langt framman fyri allar hinar á hálva teininum, 200 metra renningini.

Men vit kunnu ikki fortelja hvussu skjótt hann rann, um hann kanska var undir 22 sekundum. Tí tíðartøkan riggaði ikki. Men tað var ongin ivi um hvør vann. Tað verður kortini tikið við fyrivarni, tí leingi var spurningur um, hvørt finalan kanska skuldi rennast av nýggjum.

Sum vit skilti, verður tað ikki gjørt. Men enn (í skrivandi løtu) er Jónas tó ikki kosin vinnari á almennu úrslitatænastunum hjá oyggjaleikunum. Og tað er eisini orsøkin til, at vit ikki eru før fyri at upplýsa hvørjir vunnu silvur og bronsu.

Tá kvinnurnar runnu 200 metrar, riggaði tíðarkoyringin aftur. Her luttók Margit Weihe Frímundsdóttir, og hon gjørdist nummar 5 í tíðini 25,68 minuttir.

Abi Galpin av Guernsey vann framman fyri Ffion Roberts úr Ynys Mon og Katie Dinwoodie úr Hetlandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2023

39 Leygardagur 15. juli 2023

Eiri Glerfoss gull í longdarlopi

Fekk skaða í baklærið mitt undir kappingini, men ongin tók hann aftur

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tvey gullheiðursmerki á leikvøllinum í frælsum ítróttum til Eira Jógvansson Glerfoss. Mánakvøldið var hann skjótastur í 100 metra renningini, og mikukvøldið var hann longstur í longdarlopinum.

Eiri leyp 7,12 metrar longu í fyrsta lopinum, og hevði somu longd aftur í triðja lopinum. Og hesi vístu seg at vera kvøldsins longstu, og kundu tryggja Eira gullheiðursmerki.

Í fjórða lopinum fekk føldi Eiri ein skaða í baklærinum og fekk ikki lipið. Hann gav tí fyrireikarunum av kappingini boið, at hann ikki fór at leypa tær tvær seinastu royndirnar.

Og tá ongin av hinum megnaði at koma yvir sjey metrar, kann Eiri heiðrast við enn einum gullheiðursmerki.

Nicolas Vila Iglesias av Menorca fær silvur við 6,87 metrum og Johannes Treifel av Saaremaa bronsu við 6,71 metrum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2023

40 Leygardagur 15. juli 2023

Annað gullið til Elisabeth Erlendsdóttir

Føroyar vunnu fimm heiðursmerki í svimjihøllini

(Mynd: svimjing.com)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroysku svimjararnir tryggjaðu okkum fimm heiðursmerki afturat á oyggjaleikunum, eitt gull, eitt silvur og trý bronsu.

Týsdagin vann Elisabeth Erlendsdóttir gull í 100 metra ryggsvimjing. Hon endurtók bragdið, tá tvífaldi teinurin var á skránni. Elisabeth svam teir 200 metrarnar í tíðini 2:12,38 minuttir.

Eyðrið Mortensen vann silvur silvur í 400 metra frísvimjing. Tíðin var 4:20,41.

Bartal Erlingsson Eidesgaard vann bronsu í 100 metra frísvimjing, hann brúkti 51,09 sekund um teinin og Anna Bech Vestergaard vann bronsa í 50 metra frísvimjing við tíðini 26,70 sekund.

Seinasta bronsuheiðursmerkið fall til liðið í fýra ferðir 100 metra blandaðari svimjing. Heini Mohr Askham, Isak Dag Brisenfeldt, Bartal E. Eidesgaard og Líggjas Joensen svumu teir 400 metrarnar í tíðini 3:57,24 minuttir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2023

41 Leygardagur 15. juli 2023

Fyrsti sigurin hjá kurvabóltskvinnunum

Vunnu 43-39 á Jersey og tryggjaðu fimta plássið á oyggjaleikunum

(Mynd: Kurvabóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað eydnaðist føroyska kvinnulandsliðnum í kurvabólti at vinna sín fyrsta sigur á oyggjaleikunum.

Tað var tá føroysku kvinnurnar vunnu við fýra málum 43-39 á Jersey. Tað var nóg mikið til at tryggja Føroyum fimta plássið í kappingini.

Av tí at so fá lið eru við í kappingini varð kappingin um fimta plássið spæld yvir tveir dystir.

Mikudagin vann Jersey ein tepran sigur við tveimum málum, 38-36 á Føroyum. Men í dag vunnu vit við fýra, og vunnu sostatt samanlagt.

Eisini menninir vunnu sín plaseringsdyst í dag. 60-54 ljóðaði sigurin móti Ynys Mon. Føroyar vunnu eisini á walisisku oynni í bólkaspælinum, tá varð úrslitið 69-57.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2023

42 Leygardagur 15. juli 2023

Nikkel Petersen vann gull til Føroyar

Head to Head kappingar vóru í bogaskjóting

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eitt heiðursmerki, og tað var av gyltasta slag, kom á bogaskjótibreytini í Guernsey mikudagin.

Tað var ‘Head to head knockout scedule” á skránni í bæði compound og recurve fyri bæði kvinnur og menn.

Her verða bogaskjúttarnir paraðir, so teir skjóta hvør móti øðrum til bert tveir eru eftir í finaluni um gullið.

Og í compound kom Nikkel Petersen allan vegin ígjøgnum og vann gull.

Tað var bara Sámuel Petersen, sum skuldi í dyst í fyrsta umfari, 16-partsfinalunum. Hann vann sera tepurt, 124-123, móti einum skjútta úr Orknoyggjum. Hinir tríggir komu víðari uttan dyst.

Í áttandapartsfinalunum vann Nikkel Petersen 133-120 á einum Guernseybúgva og Jóannes Poulsen 137-126 somuleiðis móti einum Guernseybúgva, meðan Sámuel Petersen tapti 116-132 móti einum manbúgva og Jógvan Niclasen tapti 126-130 móti einum av Jersey.

Í fjórðingsfinalunum vann Nikkel 135-131 móti einum manbúgva, meðan Jóannes mátti lúta móti einum øðrum manbúgva, 137-140.

Í semifinaluni vann Nikkel 135-131 á einum skjútta av Guernsey og í finaluni vann hann 135-130 móti Rhys Moore av Manoy, sum harvið fekk silvur, meðan Francisco Rocha av Jersey vann bronsufinaluna.

Í compound fyri kvinnur vann Helena við Misá í áttandapartsfinaluni 114-104 á einum skjútta frá Orknoyggjum, meðan Rakul Dam tapti 109-125 móti skjútta av Guernsey.

Fjórðingsfinalan gjørdist endastøðin hjá Helenu, sum tapti 134-99 móti Lucy O’Sullivan, sum loksins vann gullið.

Í recurve vann Sólgerð Henriksen fyrst 7-1 móti skjútta av Falklandsoyggjum, men tapti so í fjórðingsfinaluni 5-7 á einum skjútta av Guernsey.

Hjá monnunum komu tríggir av skjúttunum trygt víðari frá fyrsta umfari við at vinna sínar dystir 6-0. Absalon Hansen fekk harðari mótstøðu, og tapti 4-6 móti einum álendingi.

Í áttandapartsfinaluni hendi tað, at føroyingar hittust móti hvørjum øðrum. Bárður Magnusson vann 6-2 á Hans Petur Højgaard. Hans Bogi Ellefsen vann 6-2 móti einum Menorca-búgva.

Fjórðingsfinalurnar gjørdust endastøð hjá føroyingunum, sum vóru eftir. Bárður tapti 3-7 móti einum frá Guernsey og Hans Bogi Ellefsen tapti greitt 0-6 móti William Chater av Falklandsoyggjum, sum fekk silvur í kappingini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2023

43 Leygardagur 15. juli 2023

Gull í skjóting

Per S. Hansen og Alex Johannesen vunnu í greinini Automatic Ball Trap

(Mynd: Eysturskot)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrsta føroyska gullheiðursmerkið kom á skjótivøllinum, tá Alex Johannesen og Per S. Hansen vunnu liðkappingina í ATP, sum stendur fyri ‘Automatic Ball Trap’.

Føroyingarnir vunnu við 148 stigum tilsamans. Guernsey og Menorca fingu bæði 145 stig, men Guernsey vann silvurið og Menorca bronsuna.

Tað var eisini føroysk luttøka í greinini kallað english skeet. Jógvan Egholm og Herleif Hammer gjørdust nummar seks við 152 stigum.

Guernsey vann framman fyri Jersey og Ynys Mon.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2023

44 Leygardagur 15. juli 2023

Guðrið Petersen varpaði út á bronsu

Eina løtu átti Guðrið longsta varpið

(Mynd: Jógvan Kristiansson Glerfoss)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Guðrið Petersen stóð eina løtu til at vinna gull, tá kvinnurnar kappaðust í sleggjuvarpi á leikvøllinum fyri frælsar ítróttir hóskvøldið.

Í triðja varpi sínum, fekk Guðrið kúluna út á 42,03 metrar, og henda longdin stóð sum tann besta í eina løtu.

Í fjórða umfari fóru Anastasia Banbury úr Guernsey og Airike Kapp úr Saarema longur út enn Guðrið, í fimta legði Anastasia seg á fyrsta pláss fyri síðan aftur at vera yvirhálað av kvinnuni av Saarema í seinasta umfari.

Airike Kapp vann gull við 44,96 metrum, Anastasia Banbury silvur við 43,96 metrum, meðan góða kastið á 42,03 metrar hjá Guðrið Poulsen var nóg mikið til at vinna bronsuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2023

45 Leygardagur 15. juli 2023

Triðja gullið til Elisabeth í ryggsvimjing

Føroysku svimjararnir fingu átta heiðursmerki hóskvøldið, eitt gull, trý silvur og fýra bronsu

Elisabeth Erlendsdóttir (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er ongin, sum tekur Elisabeth Erlendsdóttir í ryggsvimjing á oyggjaleikunum á Guernsey.

Fyrst vann hon gull á 200 metrum, so á 100 metrum og í kvøld van hon eisini á tí stytsta teininum, 50 metrum. Vinnaratíðin var 28,49 sekund, og tað er betur enn føroyska metið, sum sambært heimasíðuni hjá Svimjisambandinum er 28,51 sekund, sum Birita Debes setti í 2012.

[object Object]Jóhanna Ólavsdóttir

Hini heiðursmerkini vóru hesi:

Jóhanna Ólavsdóttir, silvur í 200 metra firvaldssvimjing í tíðini 2:22,09

Eyðrið Mortensen, silvur í 800 metra frísvimjing í tíðini 9:00,04

Elisabeth Erlendsdóttir, Lea Osberg Højsted, Jóhanna Ólavsdóttir og Alisa Bech Vestergaard, silvur í 4 ferðir 100 metra blandað í tíðini 4:18,71

Líggjas Joensen bronsa í 400 metra frísvimjing í tíðini 4:00,24

Alisa Bech Vestergaard, bronsa í 100 metra frísvimjing í tíðini 57,83

Bartal Erlingsson Eidesgaard, bronsa í 200 metra bringusvimjing í tíðini 2:19,49

Heini Mohr Askham, Ísak Dag Brisenfeldt, Bartal Erlingsson Eidesgaard og Líggjas Joensen, bronsu í 4 ferðir 100 metra frísvimjing í tíðini 3:27,28


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2023

46 Leygardagur 15. juli 2023

Fimm heiðursmerki í frælsum ítróttum á seinasta degi

Aftur vónbrot á leikvøllinum fríggjadag – kvinnurnar mistu síðsta skiftið í 4x100 metra liðrenningini

Ungi Misa Buha vann silvur í trýstøkk (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Enn ein góður dagur var á breytini fyri frælsar ítróttir á Gotlandi fríggjadagin. Onki gull, men tó flott úrslit.

Seinastu kappingarnar vóru 4 ferðir 400 metra renningin, har menninir fingu silvur. Menninir kundu einki gera við vertirnar, sum vóru suverenir í hesi kappingini.

Men við bert tveimum 400 metra rennarum á liðnum, gjørdist úrslitið sera gott. Sprintarin Leon Johannesen legði fyri og gjørdi tað hann kundi, gav síðani stafettina víðari til Dánjal Dahl Ljósheim, sum innheintaði fleiri aftur. Triði maður, Tummas Petur Sjóvará, er heldur ikki vanur við henda teinin, men hansara uppgáva var at gera tað so gott sum gjørligt, áðrenn Jónas Gunnleivsson Isaksen tók yvir seinasta leggið.

Og her sást veruliga hvussu góður rennari ungi kvívíkingurin er. Í altjóða klassa tók hann ein rennara fyri og annan eftir, til bert rennarin av Guernsey var eftir. Men hann var longu so langt frammanfyri, at við hann kundi Jónas onki gera, men føroysku rennararnir vóru sera nøgdir við silvurið.

- Hatta var tað vit ætlaðu, staðfesti Dánjal Dahl Ljósheim eftir kappingina.

Kvinnurnar kláraðu seg eisini væl. Oddvør Josephsen, Rebekka Fuglø Poulsen, Maria Biskopstø og Margit W. Fríðmundsdóttir myndaðu liðið, og runnu eitt trygt bronsumerki heim.

Í trístøkk vóru stórar vónir til roynda leyparan Tór Mortensen, sum hevur góð úrslit í hesi krevjandi ítróttagrein. Men hetta var ikki dagurin hjá Tóri. Satt at siga miseydnaðust allar seks royndirnar. Hann varð tó skrásettur í einum lopi, og 13,40 metrar, sum er langt frá hansara besta, røkk kortini til bronsu í kappingini. Tórur var sera vónbrotin av ikki at klára seg betur – á teimum seinastu royndunum var hann merktur av skaða í øðrum fótinum.

Hinvegin kláraði Miso Buha seg framúr væl. Hann leyp sítt besta lop í ár, 13,43 metrar, og tryggjaði sær og Føroyum silvur.

Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar var við í hæddarlopi, og kláraði seg eisini væl. Hon leyp uttan trupulleikar allan vegin upp til 1,60 metrar. Men tá stongin kom upp á 1,65 metrar kláraði hon ikki uppum. Men tað var nóg mikið til bronsu.

Tvær úr Saaremaa, Linda Kivistik og Teele Treiel, kláraðu báðar bæði 1,65 og 1,67 metrar og fingu ávikavist gull og silvur.

Fyrsta heiðursmerkið í dag vann Rebekka Fuglø í dag á 800 metra teininum. Hon var eitt sindur misnøgd við renningina, tí tá hundrað metrar vóru eftir, lá hon á odda eftir at hava yvirhálað alt feltið í boganum eftur fyrsta umfarið. Harvið skuldi hon renna nakað longri, og tað tók upp á kreftirnar, og tað eydnaðist tveimum rennarum at koma forbí hana á teimum síðstu hundrað metrunum.

Cari Huges frá Ynys Mon vann í tíðini 2:15,75, Darcey Hodgson fekk silvur við tíðini 2:16,23 og Rebekka fekk bronsu við 2:17,73

Størsta vónbrotið av øllum kom í 4 ferðir 100 metra liðrenningini við kvinnum. Føroyar vóru sera væl við í kappingini, og at síggja til lógu tær fremst, tá triði rennarin skuldi leta stafettina yvir til síðsta rennaran. Skiftið miseydnaðist tíverri. Slíkt kann henda í hesum kappingum, men vónbrotið var ovurstórt.

Samanumtikið má siga, at oyggjaleikirnir á Guernsey hava verið góðir fyri føroyska frælsa ítrótt. Úrslitið gjørdist 4 gullheiðursmerki, 5 silvurheiðursmerki og seks bronsuheiðursmerki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2023

47 Leygardagur 15. juli 2023

Aftur gull til Alex

Vann fríggjadag finaluna í Automatic Ball Trap fyri einstaklingar

Alex Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Rifluskjúttin Alex Johannesen vann fríggjadag enn eitt gull til Føroyar.

Tað var í Automatic Ball Trap fyri einstaklingar. Mikudagin vann Alex gull í liðkapping í hesi skjótigreinini saman við Per Símunarson Hansen.

Fimm innleiðandi umfør vóru hósdagin og fríggjadagin, og Alex lá á odda í kappingini líka til fimta umfarið, tá hann varð tikin aftur.

Men tað er líka mikið, tá teir seks bestu skjúttarnir fara í finaluna og byrja á null. Eins og í hini vanligu trap-kappingini er tað so, at hvørja ferð teir skjóta eina rundu, so verður tann ringasti tikin burturúr.

Og Alex stóð til síðsta mann og vann gull framman fyri Juan Manuel Bagur Bosch av Menorca og Robert Watterson av Manoy, sum fekk bronsu.

Per S. Hansen kom ikki í finaluna. Hann endaði sum nummar 11.

Í english skeet eydnaðist tað hvørki Herleif Hammer ella Jógvan Egholm at koma í finaluna. Teir endaðu báðir á 9. plássi við 106 dúgvum.

Byrsuskjúttarnir hava verið stinnir á oyggjaleikunum hesaferð. Tilsamans tvey gull, tvey silvur og trý bronsuheiðursmerki. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2023