Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 22. juli 2023 | Nr. 29 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

- Helst tað størsta eg havi upplivað sum fótbóltsspælari

SíÐa 47

1 Leygardagur 22. juli 2023

Góðan lesihug og góða Tórsfest

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Tíbetur fekk hann onki burturúr

Føroya fíggindi nummar eitt, ein 72 ára gamal trongskygdur kanadiskur umhvørvisstríðsmaður, hvørs egna “image” tykist týdningarmiklari enn sjálvt málið hann sigur seg arbeiða fyri, hevur seinastu dagarnar gjørt um seg í føroyskum sjógvi.

Óynsktur er hann og hansara skip – tað veit hann. Kortini valdi hann at koma higar, nú ein ætlað ferð í íslendskan sjógv at “bjarga” stórhvalum vísti seg ikki at verða til nakra nyttu.

Kom til Føroya at leggja brenni aftur at síni herferð móti grindadrápi, hóast hann fullvæl veit, at grind á ongan hátt er í vanda sum stovnur. Men tað skulu pengar til at dríva skip og stóra manning, so har varð sæddur ein møguleiki fyri at fáa fæ inn á konturnar.

Spell ein einstaklingur skal hava fingið loyvi at hava so stóra ávirkan á eina heila tjóð. Eitt ovurstórt ego, ið hevur sett seg yvir lóg og rætt fyri at dyrka sítt egna image. Fyrst gjørdist Greenpeace ov trongt til hansara verumáta, síðan egni felagsskapur hansara, Sea Shepherd, og nú krýnur hann verkið við einum nýggjum felagsskapi undir egnum navni.

Megalomani kallast tað, tá ein heldur seg sjálvan vera hevjaður yvir lóg og rætt og øll onnur. Tað góða við tí, sum hendi í vikuni er,  umframt at hesin megalomanurin onki – yvirhøvur onki – fekk burtur úr síni herfer í Føroyum, at vit hava fingið staðfest í rættinum, at kunnerðin um at forða felagsskapum við fíggindaligum ætlanum atgongd til landið, virkar. Og prísur er eisini settur á hvat tað kostar at bróta bannið móti at sigla inn í føroyskt sjóumveldi.

Tí vit eru samd um, flestu okkara, at maðurin ikki hevur eina sak, og at vit til eina og hvørja tíð vilja stríðast fyri okkara rætti til at gagnnýta tilfeingið í sjónum, eisini grind so leingi stovnurin ikki er hóttur av oyðing.

Men tá tað er sagt, so kunnu vit ikki lata vera við at hugsa tankan um, hvat havði hent, um fólk sum Paul Watson og hansara líkar fingu sín vilja.

Vit hava hesar seinastu dagarnar upplivað fleiri hvalir enn vanligt millum oyggjarnar. Og sigast má, at tað er ein vøkur sjón at síggja hesi havsins súgdjór, tá tey ótarnað sleppa at spæla sær í okkara sundum og firðum.

Spurningurin er, um vit ikki áttu at umhugsa okkara skipan. Kanska sett loft á hvussu nógvar hvalir vit drupu árliga, so at nakrar av grindunum sluppu at passa seg sjálvar. Kanska ikki hildið grind til í ljósu summarmánaðunum? Ikki einans fyri at ganga ferðafólkavinnuni og umhvørvisfelagsskapunum á møti, men eisini fyri at geva okkum sjálvum møguleika fyri at uppliva hvalirnar inni við land. Í grannalondum okkara er ‘whale watching’ – tað at fara út við báti fyri at uppliva hval – ein rættiliga týðandi partur av samlaða ferðafólkatilboðunum.

Tað er jú ein sannroynd, at føroyingum dámar at uppliva slíkt, og ikki einans uppliva hesi dýr sum matur í skal slaktast. Tað prógvaðu allar tær hugtakandi myndirnar, ið vóru at síggja tá døglingarnir spældu sær í Kaldbaksfirði nú um dagarnar. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2856

    Lisnar síður: 7877

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 22. juli 2023

Stjórnin gevur heimansendu umbering

Av teimum 142, ið vórðu send send til Danmarkar á stovn frá 1929 til 1980, eru í løtuni 31, ið búgva í vardum bústovnum í Føroyum, meðan fimm enn búgva á stovnum í Danmark

Pernille Rosenkrantz-Theil (Mynd: sm.dk)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tey fólk í ser- og andveikraforsorgini, sum vórðu flut heimanífrá í tíðarskeiðinum 1933 til 1980, og sum vóru fyri sviki og ágangi, fáa nú umbering frá donsku stjórnini.

Tað er danska ráðkvinna við almanna- og bústaðarmálum, Pernille Rosenkrantz-Teil, sum fer at ber fram umberingina á einum tiltaki 11. september.

Og í hesum sambandi fer Almanna- og mentamálaráðið, saman við Javna, Megd og øðrum at skipa fyri einum tiltaki í Norðurlandahúsinum, samstundis sum tiltakið er í Danmark.

Tiltakið er fyri tey, sum vórðu send til Danmarkar á stovn undir ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðnum 1933-1980, og eru komin heim aftur til Føroyar, teirra avvarðandi og onnur áhugað, skrivar Almanna- og mentamálaráðið.

Ein søgulig frágreiðing um donsku ser- og andveikraforsorgina fyri tíðarskeiðið 1933-1980 hevur varpað ljós á eitt døkt tíðarskeið í danskari søgu. Børn, ung og vaksin hava verið fyri sviki og ágangi, meðan tey hava verið undir varðveitslu hjá statinum.

- Hóast føroyingar, ið vórðu send á stovn í Danmark, ikki eru tikin við í frágreiðingini, vita vit, at føroyingar, ið vórðu send á stovn í Danmark aftrat øllum hinum, sum frágreiðingin lýsir, hava verið í eini verri støðu, tí tey vórðu send burtur frá sínum kenda umhvørvi, til eitt annað land, við eini aðrari mentan og við einum øðrum máli, sum tey ikki skiltu – langt burturi frá sínum kæru.

- Talan var um danskt málsøki, sum síðani er yvirtikið. Í 1973 varð byrjað at taka fólk heimaftur til Føroya. Vit vita, at av teimum 142, ið vórðu send send til Danmarkar á stovn undir ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðnum 1929-1980, eru í løtuni 31, ið búgva í vardum bústovnum í Føroyum, meðan fimm enn búgva á stovnum í Danmark.

Skipað verður fyri einum tiltaki í Føroyum, soleiðis at tey, sum vórðu send á stovn í Danmark, og eru komin heimaftur, kunnu vera saman og fylgja við í stroymingini, tá Pernille Rosenkrantz-Theil, vegna donsku stjórnina, fer at geva eina umbering til tey, sum vórðu heimansett í ser- og andveikraforsorgini, sum vóru fyri sviki og ágangi.

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, fer at bera fram røðu, eins og annað verður fyriskipað. Eisini verður middegismáli og okkurt gott aftur við kaffinum.

Meira um tiltakið og um hvussu tilmeldast kann er at síggja á heimasíðuni hjá Almanna- og mentamálaráðnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2023

3 Leygardagur 22. juli 2023

Merktu grind í Sandavági

Fólk frá Havstovuni merktu grindina, sum varð funnin mikudagin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Einir 20 hvalir vóru fyrrapartin mikudagin funnir á Sandavági, og avgjørt varð ikki at halda hana til, men at merkja sjey av hvalunum í flokkinum.

Hetta eru fólk frá Havstovuni í gongd við.

Áhugi er fyri grindini. Útlendingar og føroyingar standa uttan fyri politigirðingina og hyggja at. Spenningurin snúði seg tó mest um, hvørt Paul Watson og bátur hansara, John Pahl DeJoria fóru at koma. Men Watson náddi ongantíð fram til Sandavágs.

So skjótt grindaboðini úr Sandavági komu, legði John Paul DeJoria leiðina móti Vágahavinum. Skipið varð statt eystan fyri oyggjarnar, og breyt sostatt enn einaferð forboðið um at koma inn um føroyska 12 fjórðinga markið.

Tjaldrið og Brimil umframt skjóttgangandi politibátar vóru hjá skipinum, tá tað nærkaðist Sandavági. Og komið út fyri Sandavág, valdi skipið at halda kósina fram vestur í hav. 

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2023

4 Leygardagur 22. juli 2023

Skiparin fær 157.000 krónur í sekt

John Paul de Joria: Dómur varð sagdur fríggjadagin

(Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinnapartin hósdagin fall dómur í málinum móti skiparanum á John Paul de Joria, Daniel Binyon, sum varð ákærdur fyri millum annað at sigla inn um 12 fjórðingamarkið.

Daniel Binyon varð funnin sekur, og er dømdur at rinda 157.000 krónur í sekt, og hann skal eisini rinda sakarmálskostnaðin.

Dómarin staðfesti, at tað er skiparin, sum hevði ábyrgdina, tá skipið ella før sum hoyrdu til skipið í tveimum førum fóru inn um 12 fjórðingar.

Ákæruvaldið mælti til at geva 100.000 krónur í bót fyri hvørja ferð skipið sigldi inn um 12 fjórðingar, men dómarin metti ikki at sektin skuldi setast so høgt. Kortini bleiv tað til 75.000 krónur.

Umframt hetta, staðfesti dómarin, at skiparin ikki hevði boðað myndugleikunum frá í sambandi við at skipið kom í føroyskt øki. Harvið hevur hann ferðast uttan pass og innferðareftirlit og hevði heldurikki sent neyðugu skjølini til Taks.

Hetta gevur samanlagt eina bót uppá 7.000 krónur.

John Paul de Joria var eisini innan fyri markið mikudagin í sambandi við grind í Sandavági, og kann tí rokna við at fáa eina bót afturat uppá 75.000 krónurnar umframt 157.000 fyri undanfarnu lógarbrotini.

Í hesum málinum er tað bara skiparin á John Paul de Joria, Daniel Binyon, sum var ákærdur. Ákæruvaldi gjørdi undir rættarfundinum greitt, at ákærur móti øðrum av manningini koma seinni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

5

Størv

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara

Meira Umsóknarfreist: 19. desember 2024

Sølufólk til Byggivinnuna

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Reingerðarfólk til Glasir

Meira Umsóknarfreist: 11. desember 2024

Ráðgevi til Sansir

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Tangabilførari til Effo

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Programmsamskipari til Landssjúkrahúsið

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025
6 Leygardagur 22. juli 2023

Paul Watson á manningarlistanum - sum fjølmiðlafólk

Undir rættarmálinum móti skiparanum á John Paul de Joria kom fram, at Paul Watson er á manningarlistanum

(Savnsmynd: Paul Watson)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hóast hann ikki hevur verið at sæð á stórvegis myndum, so kann staðfestast at Paul Watson hevur verið í Føroyum og umborð á John Paul de Joria.

Undir rættarmálinum móti skiparanum á John Paul de Joria hósdagin, Daniel Binyon, varð staðfest, at Paul Watson var á manningarlistanum, skrásettur sum fjølmiðlafólk.

Bjørn á Heygum nevndi í øðrum sambandi, at spurnartekn kundi setast við hvør veruligi skiparin var umborð. Um tað var tann ákærdi, Daniel Binyon, ella um tað ikki veruliga var Paul Watson sum tók avgerðirnar umborð.

Katrin Thorsvig Hansen, ákæri, segði, at tað er altíð skiparin sum hevur ábyrgdina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

7 Leygardagur 22. juli 2023

John Paul de Joria takkar fyri seg

Okkara endamál í Føroyum var at provokera, og eg haldi tað eydnaðist okkum, sigur Paul Watson. Skipið er nú á veg til Lissabon har umvælingar skulu gerast

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

John Paul de Joria hevur verið í Føroyum í 14 dagar, og hevur til tíðir fingið nógv uppmerksemi. Hósnáttina fór skipið úr føroyskum sjóøki, og er nú á veg til portugisiska høvuðsstaðin Lissabon.

- Tað eru 43 dagar síðan vit fóru úr New York. Tá vit komu til Íslands var hvalaveiða bannað til 31. august, og so víðari til Føroya, sum annars ikki var á dagsskránni, sigur Paul Watson.

- Okkara endamál í Føroyum var at provokera bæði tilvitskuna og kjakð. Eg haldi tað eydnaðist okkum, sigur Paul Watson.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

8 Leygardagur 22. juli 2023

Løgreglan til staðar í skjóttgangandi bátum

Sjálvur segði Watson, at løgreglan royndi at koma upp á skipið – “hann sigur so nógv”, sigur fútin

Ein skjóttgangandi bátur hjá RIB62. Paul Watson brúkti hesa myndina fyri at fortelja, at løgreglan til fánýtis hevði roynt at koma upp á John Paul DeJoria (Mynd: Paul Watson á Facebook)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bæði føroysku vaktarskipini umframt politistar í skjóttgangandi bátum fylgdu við skipinum hjá Paul Watson, John Paul DeJoria, tá skipið mikudagin legði leiðina móti Vágum eftir at grindaboð ljóðaðu úr Sandavági.

Grindin var ikki hildin til. Ístaðin vórðu sjey hvalir merktir av fólki frá Náttúrugripasavninum.

John Paul DeJoria náddi ongantíð í námind Sandavági, fyrr enn merkingararbeiðið var liðugt.

Men tað er ein sannroynd, at skipið enn einaferð breyt boðini um at halda seg uttan fyri 12 fjórðinga markið.

Paul Watson hevur á Facebookvanga sínum fleiri myndir av føroysku vaktarskipunum og vælmannaðu RIB-bátunum við løgreglufólki í.

“The Faroese Police attempted to Board the John Paul DeJoria. They failed”, skrivar Paul Watson í uppslagi við myndini yvir greinini her. Tað eru tó ikki politistar umborð á hesum skjóttgangandi bátinum, men ferðafólk á túri við felagnum RIB62.

- Hann sigur so mangt, sigur Michael Boolsen, fúti, tá vit spyrja um lørgerlan hevur gjørt eina roynd at koma umborð á John Paul DeJoria.

- Vit hava fylgt skipinum og eygleitt tað, men hava ikki roynt at støðga tí. Nú síggja vit á AIS’inum, at skipið er á veg út úr føroyskum sjóøki aftur, staðfestir fútin.

Tá vit spyrja, hvat tey gjørdu við 12-14 løgreglufólkum í skjóttgangandi bátum, svarar fútin, at so nógv var ikki talan um. Har vóru fýra politistar til staðar í tveimum skjóttgangandi bátum, sigur Michael Boolsen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2023

9 Leygardagur 22. juli 2023

Havnará latin upp

Fyrrapartin verður stórt hátíðarhald á Vaglinum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Gjáranáttina varð girðingin, sum sum í fleiri vikur hevur staðið uppi á Vaglinum í Havn var kring arbeiðsøkið varð í nátt tikin niður, og nú síggja havnarfólk og øll hini aftur rennandi vatn í miðbýnum.

Havnará varð lokað á leiðini frá Ebenezer fram við Tinghúsinum og oman á Vaglið fyri umleið 60 árum síðan, og hendan áin rennur omaná Havnará.

Verkætlanin kostar beint omanfyri 14 milliónir krónur.

Fyrrapartin í dag verður hátíðarhald í sambandi við at arbeiðið er liðugt. Haldið byrjar klokkan 10.45.

Skrá:
Kl. 10 er framsýning við gomlum myndum av Havnará í Snarskivuni sum Lív Arge Simonsen hevur skipað fyri.
Kl. 10:45 spælir Havnar Hornorkestur við Havnará.
Kl. 11 heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu.
Kl. 11:10 heldur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og teknisku nevnd, røðu.
Kl. 11:20 heldur Sigtór Petersen, stjóri í J&K Petersen, røðu.
Kl. 11:25 verður snórurin kliptur á brúnni.
Kl. 11:30 spælir Havnar Hornorkestur Havnar Marsjin.
Kl. 11:35 er ókeypis morgunmatur har tað eru bollar við osti, skuffu kaka, sunkist og kaffi/te. Børn fáa eisini slush ice, soft ice, poppkorn og candyfloss frá skótunum hjá KFUM.
Kl. 11:35 spæla Kim Hansen og Jens Marni Hansen við bólki.

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2023

10 Leygardagur 22. juli 2023

Føroysk børn kynsliga misnýtt á netinum

Fleiri føroysk børn eru ímillum tey, sum hava verið fyri ágangi í máli, sum Føroya Politi kannar í løtuni. Føroya Politi hevur kunnað tey avvarandi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tríggir persónar vóru herfyri handtiknir og skuldsettir fyri kynsliga misnýtslu móti børnum á netinum. Ein er leyslatin meðan tveir eru varðhaldsfongslaðir í fyribils fýra vikur hvør. Ein av teimum, sum situr varðhaldsfongsslaður, hevur eisini havt samlegu við eitt av hesum børnum, sum tá var undir 15 ár. 

Misnýtslan er framd á fleiri sosialum miðlum. Tað er serliga farið fram á Snapchat, men tó eisini á TikTok og F3. Føroya Politi hevur higartil funnið fram til 14 órættað børn í aldrinum 10 til 17 ár.

Teir handtiknu eru m.a. skuldsettir fyri brot á revsilógina, við at hava framt blúnisbrot ímóti børnunum, og at hava í varðveitslu,- og at deila pornografiskar myndir og filmsbrot av børnunum. Harumframt er ein skuldsettur fyri at hava havt samlegu við eitt barn undir 15 ár.

Grundlógaravhoyringar vóru í Føroya Rætti í juni og juli, har tveir av teimum skuldsettu vóru varðhaldsfongslaðir í fýra vikur hvør.

Kanningararbeiðið hjá politinum hevur ført fram til børnini, sum hava verið útsett fyri grooming. Groomingin hevur síðani ført til kynsliga misnýtslu á netinum og samlegu við barn undir 15 ár.

Politiið hevur illgruna um, at fleiri føroyskir groomarar eru upp á spæl á netinum, og politiið arbeiðir við at eyðmerkja teir.

Kanningararbeiðið hevur eisini ført til eyðmerking av tveimum donskum groomarum, sum hava groomað fleiri donsk og føroysk børn. Hesi mál eru send til Danmarkar til nærri kanningar. 

Fakta

Grooming
Grooming merkir, at ein vaksin søkir samband við børn á netinum, við tí endamáli at skaffa sær sjálvum kynsliga nøktan. Tann vaksni sigur seg ofta vera javngamlan ella eitt sindur eldri enn barnið, sum hann hevur samband við. Yvir tíð og við snildni (manipulatión) skapar groomarin eitt álitisforhold til barnið. 

Groomingin førur við sær, at barnið verður eggjað til at senda eitt nú nakinmyndir av sær sjálvum til groomaran. Talan kann eisini verða um myndir og filmsbrot, har barnið á onkran hátt er kynsliga aktivt.

Groomarin kann eisini hótta barnið við at leggja myndirnar, sum tað longu hevur sent til groomaran, út á netið ella til onkran, ið barnið kennir, um tað ikki sendur fleiri myndir. Hetta verður kallað “sextortion”.

Grooming og kynsligur ágangur á netinum kunnu hava ógvusligar sálarligar avleiðingar við sær.

Ein groomari er ein barnalokkari.

Grooming kann fara fram í veruliga lívinum eins væl á netinum. Onkuntíð fer groomingin fram á báðum støðum. Í flestu førum er tó talan um grooming á netinum. Tí er týdningarmikið hjá foreldrum og øðrum, sum eru um børn, at fylgja við í virkseminum hjá børnunum á netinum og á sosialu miðlunum.

Les meira um grooming:
https://sletdet.redbarnet.dk/artikel/hvad-er-grooming/ 

Sí vegleiðing til at strika innihald á Snapchat:
https://sletdet.redbarnet.dk/slettevejledning/snapchat/ 

SSP hevur gjørt undirvísingartilfar um at ferðast á netinum, sum eisini kann vera hent hjá foreldrum:
https://ssp.fo/ferdast-a-netinum/um-at-ferdast-a-netinum/ 

Frá 1. juli í ár varð grooming gjørt revsivert í Danmark. Føroyska revsilógin hevur ikki áseting um grooming enn.

Blúnisbrot
Blúnisbrot er óhóskandi kynsligur atburður, framdur av gerningspersóni móti einum órættaðum. 

Boða politinum frá
Hevur barn títt verið fyri kynsligum ágangi ella blúnisbrotið, eiga tit at boða løgreluni frá.

Tað er neyðugt við próvgum, um brotsmaðurin skal verða funnin, so goym kjatt-samrøður, sms og líknandi frá áganginum, eisini brúkaranavn og neyvt nær hendingin fór fram.

Tíðindaskriv frá Føroya Politi


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2023

11 Leygardagur 22. juli 2023

Soleiðis kunnu foreldur verja børn á netinum

Internetið hevur stóran týdning fyri sosiala lívið hjá børnum, og tí er tað týdningarmikið, at foreldur fylgja við í, hvat børnini fáast við á netinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í sambandi við at løgreglan hevur handtikið tríggjar menn, og tveir eru varðhaldsfongslaðir í sambandi við at føroysk børn eru kynsliga misnýtt á netinum, hevur løgreglan sent út góð ráð til foreldur.

Børn eru sera virkin á netinum. Møguleikarnir eru nógvir, tey samskifta sínamillum á ymsum pallum, spæla saman og eru saman, sum vinir á netinum. Har er undirhald, tey hyggja at myndum, filmsbrotum, fáa tíðindi um, hvat hendir í verðini og mangt, mangt annað. Lukkutíð fylla góðu løturnar mest hjá teimum flestu, hóast vit vita, at vandi er fyri happing og øðrum keðiligum tilburðum. Vit vita eisini, at tað kemur fyri, at børn eru fyri ágangi, eisini álvarsomum ágangi.

Serliga er vandi á ferð, um barnið samskiftir við onkran, sum tey ikki kenna. Tíverri eru fólk ikki altíð tey, tey siga seg vera. Tey kunnu hava stovnað sær ein falskan vanga fyri at tekkjast einum yngri vinaskara, og tey kunnu látast at vera ein ungur tannáringur, hóast tey eru komin væl til árs.

Ungir tannáringar eru í størst vanda fyri at verða lokkaðir ella groomaðir av kynsmisnýtarum, sum manipulera og práta tey upp í lag, so teir vinna teirra álit og trúna. Grooming merkir, at ein vaksin søkir samband við børn á netinum, við tí endamáli at skaffa sær sjálvum kynsliga nøktan.

Sum foreldur hevur tú ein fyribyrgjandi leiklut:

  • Lat barn títt vita, at tað altíð kann koma til tín við trupulleikum. Eisini um tað hevur gjørt okkurt ‘býtt’
  • Tryggja tær, at barnið kennir øll sambondini, sum tað hevur á ymsu pallunum
  • Lær barn títt at steingja fyri ódámligum persónum og boða frá
  • Ger avtalur við barnið, áðrenn tað fær egnan vanga á sosialum miðlum
  • Bið barn títt koma til tín, um klandur ella ótryggleiki koma uppí
  • Vís áhuga fyri talgilda heiminum, sum tey ferðast í, og spyr regluliga hvønn tey spæla ella samskifta við

BOÐA POLITINUM FRÁ

Hevur barn títt verið fyri kynsligum ágangi ella blúnisbroti, eiga tit at boða politinum frá.

Tað er neyðugt við prógvum, um brotsmaðurin skal verða funnin, so goym kjatt-samrøður, sms, myndir og líknandi frá áganginum, eisini brúkaranavn og neyvt nær hendingin fór fram.

Góðar heimasíður til foreldur at kunna seg nærri, fáa meira vitan og fleiri góð ráð

Den sikre side – Fá vitan um, hvat barn títt kann møta online – og góð ráð um, hvussu tú hjálpir barni tínum at ferðast trygt á netinum.
https://sikreside.dk/ 

SLETDET Rådgivningen - Ókeypis ráðgeving í trúnaði um ódámligar hendingar á netinum og talgildan ágang
https://sletdet.redbarnet.dk 

SSP – Ferðast á netinum:
https://ssp.fo/ferdast-a-netinum/ 

SSP – Etikkur á netinum – barnaútvarp:
https://ssp.fo/etikkur-a-netinum/ 

Red Barnet – Góð ráð til foreldur
https://redbarnet.dk/foraeldre 

Red Barnet – Um at vera tryggur á netinum
https://redbarnet.dk/skole/sikker-paa-nettet/ 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2023

12 Leygardagur 22. juli 2023

Døglingar á Kaldbaksfirði

Seinastu dagarnir hava døglingar spælt sær á Kaldbaksfirði

(Mynd: Jógvan Hansen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tríggir døglingar hava seinastu dagarnar spælt sær í Kaldbaksfirði. Nógv fólk - og ikki minst útlendingar - hava steðgað á, og hugt eftir hvalunum.

Jógvan Hansen tók hugtakandi myndirnar

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2023

13 Leygardagur 22. juli 2023

Vildu ikki tosa við løgregluna

Noktaðu løgregluni at koma umborð tá tey vóru hjá skipinum fríggjadagin

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fríggjadagin 14. juli 2023 vendi Føroya Politi sær til skipið John Paul de Joria. Manningin á skipinum eru limir í felagsskapinum Captain Paul Watson Foundation. Skipið lá í altjóða sjógvi beint uttan fyri 12 fjórðinga markið, sum tað hevur fingið forboð at sigla innum. Forboðið hevur Landsstýrið givið skipinum við heimild í lógini um trygd á sjónum. 

Skipið hevur tvær ferðir brotið forboðið við at sigla inn um 12 fjórðinga markið. Harumframt hevur manningin ikki givið seg undir innferðareftirlit í samband við, at skipið sigldi inn í føroyskt øki. 

Í fyrsta lagi vil politið – í tann mun tað er gjørligt – tosa við manningina fyri at sleppa undan, at støðan gerst vandamikil, um tað skuldi komið fyri, at forboðið av nýggjum verður brotið. Hetta er vorið alsamt meira aktuelt eftir, at Poul Watson, sum ikki er skipari á skipinum, aftaná at politiið hevði samskift við skipið, hevur upplýst á Facebook, at tey eru sinnað at bróta forboðið av nýggjum. 

Í øðrum lagi skuldi politiið skuldseta skiparan fyri at hava brotið forboðið um at sigla inn um 12 fjórðinga markið. Politiið skuldi eisini skuldseta alla manningina fyri at hava ferðast inn til Føroya uttan at vilja geva seg undir innferðareftirlit. Politiið skuldi harumframt innkalla til ein rættarfund hósdagin í hesi vikuni um viðurskiftini. 

Føroya Politi arbeiðir framhaldandi við málinum, og vil framhaldandi byrja ein dialog við manningina 

Tíðindaskriv frá Føroya Politi

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2023

14 Leygardagur 22. juli 2023

Fiskavirkið í Gøtu eitt gott ár

Ársúrslitið gjørdist 4,9 milliónir krónur eftir skatt, sum er besta úrslit í yvir 10 ár

(Mynd: PRG)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Pf. Fiskavirkið og sølunavnið PRG eru ímyndin av stóra vinnuvirkseminum í Norðragøtu, sum hevur eina ríka søgu at visa á, og sum ígjøgnum mong ár hevur verið størsta arbeiðspláss á landi í Gøtu.

Fiskavirkið framleiðir serliga saltfiskavørur. Ráðvøran verður keypt frá føroysku línuskipunum umvegis uppboðsølurnar. Síðan verður vøran góðskað til fyrsta flokks saltfisk á virkinum í Norðragøtu. Vøran verður seld undir navninum PRG til marknaðir í suðurlondum.

Roknskapurin hjá Fiskavirkinum fyri 2022 vísir, at bruttovinngurin var 36,6 milliónir krónur, sum er ein hækking á 7,8 milliónir ella 27 prosent samanborið við 2021.

[object Object]

Rakstraravlopið (Ebitda) hjá Fiskavirkinum hevur síðstu árini ligið millum 2,4 og 5,4 milliónir krónur síðstu fimm árini. Rakstraravlopið í 2022 øktist munandi til 11,7 milliónir krónur, sammett við 5 milliónir árið fyri.

Fiskavirkið hevði eitt samlað rakstraravlop eftir skatt á 4,9 milliónir krónur í 2022, sammmett við 327.000 krónur í 2021. Tískil betraðist ársúrslitið heili 4,6 milliónum krónum í 2022.

Aðalfundurin hevur samtykt at útluta 900.000 krónur til partaeigararnar.

Um hugt verður eftir fíggjarstøðuni hjá Fiskavirkinum sæst, at samlaða fíggjarstøðan í 2022 var 103,4 milliónir krónur.

Støðisogn, sum eru bygningar, maskinur v.m. vóru 35 milliónir krónur. Ogn í umferð, sum er vørugoymsla, áogn frá sølu vm. vóru 68,5 milliónir.

Eginognin hjá Fiskavirkinum í 2022 var 13,8 milliónir krónur.  Langfreistað skuld var 56,4 milliónir og stuttfreistað skuld var 31,3 milliónir krónur.

Samanumtikið má staðfestast at ársúrslitið hjá Fiskavirkinum var stak gott í 2022 samanborið við undanfarniu árini.

Partaeigararnir í Pf. Fiskavirkið eru sambært Skráseting Føroya: PG Invest við Páll Gregersen og BJ Invest við Brandi Jacobsen

Stjóri í Fiskavirkinum er Brandur Jacobsen. Nevndarformaður er Páll Gregersen.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2023

15
Leygardagur 22. juli 2023

Nýggi Ran komin til Føroyar

Uppsjóvarskipið Ran, sum Thor í Hósvík hevur keypt, kom til Føroyar seinnapartin í gjár

Ran kom á Kollafjørð fríggjadagin (Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Ran, sum Thor hevur keypt úr Noregi, er upprunaliga bygt sum Háborg í 1986, og tað var Eiler Jacobsen, sáli, sum læt skipið byggja.

Ran skal partrola eftir uppsjóvarfiski saman við Hoyvík, sum Thor eisini eigur.

Eftir ætlan fer Ran til fiskiskap í komandi viku.

Kiran Jóanesarson tók myndirnar

[object Object]

[object Object]Hans Andrias Kelduberg, reiðari, var við at sigla skipið heim úr Noregi 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2023

16 Leygardagur 22. juli 2023

Hava borað og sprongt hálvan veg til Famjins

Um alt gongur gott er væntandi, at komið í gjøgnum við tunlinum í november

Torkil Olsen, fakeftirlit, Pf. LBF, Linn Augustinussen, verkætlanarleiðari, Pf. J&K Petersen, Bogi M. Hansen, verkætlanarleiðari, Landsverk og Ingi G. Olsen, byggileiðari, Landsverk (Mynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týsdagin var komið hálvan veg við at bora tunnilin til Famjins, ið verður umleið 1.200 metrar langur.

Arbeiðið við tunli millum Øravík og Fámjin byrjaði fyri góðum ári síðani. Fyrsta skotið til sjálvan tunnilin var skotið 16. november í fjør. Høvuðsarbeiðstakari er Pf J&K Petersen við Metrostav AS sum undirveitara. Høvuðsráðgevi er Pf. LBF.

Omanlop seinkaði ætlanini

Jarðfrøðiligu viðurskiftini hava verið avbjóðandi, og 16-17. apríl 2023 var eitt stór omanlop í tunlinum, ið viðførdi, at arbeiðið bleiv seinkað umleið átta vikur og hevur viðført eyka kostnaðir.

18. juli var so komið hálvan veg við at bora tunnilin, ið verður umleið 1200 metrar.

Eisini er forskeringin ella inntakið og arbeiðsvegurin Famjinsmegin við at verða klár.

Um alt gongur gott er væntandi, at komið í gjøgnum við tunlinum í november í ár, og ætlandi verður tunnilsverkætlanin, íroknað vegbreyt, tøkni- og trygdarskipanir og tilhoyrandi vegir og íbindingar í Øravík og Fámjin, avhendað seint á heystið 2024, skrivar Landsverk á heimasíðuni.

[object Object]Her verður tunnilsmunnin Famjinsmegin



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

17 Leygardagur 22. juli 2023

Julian Johansen nýggjur sølustjóri hjá Magn

Julian er 33 ár og hevur bæði fjølbroyttar og drúgvar sølu- og leiðsluroyndir

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Julian Johansen er settur sum sølustjóri í orkufelagnum Magn, boðar felagið frá í tíðindaskrivi.

Julian er 33 ár og hevur bæði fjølbroyttar og drúgvar sølu- og leiðsluroyndir.

Hann hevði verið søluleiðari í LM Electric í átta ár, tá hann saman við øðrum stovnaði heilsøluna NORT fyri skjótt tveimum árum síðan. Julian er kanska best kendur sum hondbóltsvenjari, har hann saman við Mark Marcher hevur stýrt úrmælingunum á U21-landsliðnum, umframt at hann er hjálparvenjari á manslandsliðnum.

– Magn veitir teimum føroysku húsarhaldunum, virkjunum og skipunum orku hvønn dag, og sum sølustjóri skal Julian saman við hinum í hópinum røkja góða og trúfasta sambandið og samskiftið við kundarnar, skrivar Magn.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2023

18 Leygardagur 22. juli 2023

Høgni, Jákup og Jóhan keypt Nort

Fyritøkan selur millum annað arbeiðsklæðir

Jákup á Borg, Julian Johansen, Bjartur Vestergaard Hjaltalin og Høgni Eysturoy (Mynd: Nort)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyritøkan sum Bjartur Vestergaard Hjaltalin og Julian Johansen stovnaðu í 2021, er nú komin á nýggjar hendur.

Fríggjadagin 14. juli varð avtala undirskrivað, at teir tríggir Høgni Eysturoy, Jákup á Borg og Jóhan Waag Høgnesen hava keypt Nort.

Hesir tríggir kenna væl hvønn annan og tað at hava eina fyritøku sum veitir góða tænastu. Teir hava allir verið partur av vælriknu fyritøkuni Bilrøkt, sum bleiv seld fyri 1 árið síðani.

Í fyritøkuni fara Høgni Eysturoy og Jóhan Waag Høgnesen at starvast til dagligt, meðan Jákup á Borg verður nevndarformaður.

- Tá vit høvdu møguleika at keypa eina so vælrikna fyritøku sum NORT, so gjørdu vit tríggir skjótt av. Fyrrverandi eigarnir hava uppbygt eina sunna, loyala, vælriknað og góða fyritøku upp, sum veitir allarbestu tænastu til kappingarførar prísir, sigur Høgni Eysturoy, sum verður stjóri í Nort.

Nort er heilsøla, sum veitir tænastur til vinnuna, og er tað serliga tey kendu arbeiðsklæðini frá Snickers, bil- og verkstaðsinnrættingar frá Bott og eisini kalt asfalt, sápur, glas og mangt annað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2023

19 Leygardagur 22. juli 2023

J&K Petersen vent gongdini

2022 og 2021 vóru tvey tung ár hjá byggifyritøkuni. Fyrra hálvár í ár er yvirskot staðfest á rakstrinum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

J&K Petersen hevur staðfest yvirskot á rakstrinum fyrra hálvár 2023, eftir at 2022 og 2021 vóru tvey tung ár hjá byggifyritøkuni. Nevnd og stjórn vænta nøktandi avlop í ár.

- Vit eru sera fegin um, at vit kunnu staðfesta, at royndirnar at venda neiligu gongdini hjá J&K Petersen seinastu tvey árini hava borið ávøkst. Tað sigur Christian Andreasen, nevndarformaður, tá hann stutt tekur saman um virksemið hjá byggifyritøkuni árini 2021, 2022 og fyrra hálvár 2023.

Roknskapurin hjá J&K Petersen vísti hall á 32 milliónir krónur eftir skatt í 2022, eftir at felagið eisini hevði havt undirskot í 2021. Byggifyritøkan hevur sostatt lagt tvey tung ár aftur um seg, og nú sær bjartari út. Grannskoðaði hálvársroknskapurin fyrra hálvár 2023 vísir 5,4 milliónir krónur í avlopi fyri skatt. Nevnd og stjórn vænta, at J&K Petersen fer at hava eitt nøktandi avlop í 2023.

Í fjør heyst avgjørdi aðalfundurin at víðka nevndina í felagnum, og síðani tá hevur nevndin – saman við dagligu leiðsluni og eigarunum – arbeitt miðvíst við at venda neiligu gongdini. Nevndin hevur framt broytingar í dagligu leiðsluni, og innanhýsis bygnaðarbroytingar eru eisini farnar fram.

Nýggja nevndin setti í fjør Sigtór A. Petersen sum stjóra í felagnum. Varastjóri er Anna Kalsø, og Jákup Mørk er fíggjarleiðari. Eigararnir hava eisini skotið nýggjan partapening inn í felagið, og samlaða eginognin er góðar 40 milliónir krónur í grannskoðaða roknskapinum fyrra hálvár í ár.

J&K Petersen hevur í tøttum samstarvi við sín peningastovn lagt langfreistaðu skuldina um, og nýggir byggisáttmálar eru gjørdir. Felagið hevur sostatt ein nøktandi umsetning og eitt nøktandi rakstrargrundarlag.

- Gongdin er vend, stóru verkætlanirnar koyra eftir ætlan, og ordrabókin komandi tíðina er nærum full. Vit eru tískil sera fegin um, at J&K Petersen við sínum mongu dugnaligu starvsfólkum framhaldandi er ein virkin og kappingarførur aktørur á føroyska byggimarknaðinum, staðfestir Christian Andreasen, nevndarformaður.

Christian Andreasen vísir á, at eigarar, leiðsla og starvsfólk vóru sera trúføst, tá felagið kom í tungan búskaparligan andróður, og at viðskiftafólk eisini hava víst stóra vælvild í sambandi við umskipanina av felagnum.

- Øll hesi viðurskifti hava verið við til at fáa felagið aftur á rætta kós. Vit eru takksom fyri, at vit kunnu boða frá, at gongdin er vend, og at J&K Petersen aftur hevur positiv tøl á botnlinjuni, sigur nevndarformaðurin.

Umframt Christian Andreasen sita Klaus Rasmussen, grannskoðari, Jóannes Niclasen, byggikønur, og Ragnhild A. Petersen, í nevndini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2023

20 Leygardagur 22. juli 2023

2. byggistig av Skúlanum á Giljanesi avhendað

Hesin seinni parturin av nýggja skúlanum umfatar nýggjar skúlastovur, serhøli, umframt nýtt uppihaldsrúm til lærarar

Nakrir snøklar eru eftir at gera. Seinkingar hava verið í veitingini av innbúgvi, men væntandi verður alt leyst innbúgv klárt áðrenn skúlaársbyrjan, meðan innbúgv til serhølir er seinkað
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hesin seinni parturin av nýggja skúlanum á Giljanesi umfatar, umframt vanligar skúlastovur, eisini serhøli til tónleik, evning, handarbeiði, heimkunnleika, lívfrøði/náttúrutøkni og alis-/evnafrøði, harumframt er smíðstovan dagførd. Lærararnir hava fingið nýtt uppihaldsrúm, og uppstiging er gjørd av stovum til førleika menning, umframt at heilsusystrarnar fáa betri umstøður. 

Av tí at Bjarni Prior, borgarstjóri, er í summarfrí, var tað Albert Ellefsen, virkandi borgarstjóri og formaður í bygginevndini, sum undirskrivaði avhendingarskjalið vegna Vága kommunu. Hann fegnaðist um byggingina, har starvsfólkið á skúlanum hava fingið øll síni ynski uppfylt og har tíðarætlan og kostnaðarmeting hava hildið.  

Nakrir snøklar eru eftir at gera. Seinkingar hava verið í veitingini av innbúgvi, men væntandi verður alt leyst innbúgv klárt áðrenn skúlaársbyrjan, meðan innbúgv til serhølir er seinkað. Eftir stendur eisini, at skipa økið uttan um bygningin av nýggjum, við eitt nú fríøki og lítlum vølli, hetta arbeiðið verður væntandi gjørt tá ið farið verður í heystferiu.

[object Object]

[object Object]

Arbeiðstakarin Articon fegnast um, at tað hevur eydnast at fremja arbeiðið til tíðina, og hevur alt gott at bera samstarvinum, serliga tí tolsemi sum er víst frá teimum sum hava verið í skúlanum. Undirveitararnir hjá Articon hava verið p/f Thorfinn Nielsen sum hevur staðið fyri EL arbeiðinum, p/f Maria Poulsen hevur staðið fyri HVS og luftreinsan, Takplan havur staðið fyri takálegging, Gólvfix hevur gjørt gólvarbeiði, og málaraarbeiðið hevur Signar á Fríðufløtu staðið fyri.

Ráðgevaratoymið hevur verið SNA arkitektar, sum hevur verið høvuðsráðgevi og havt um hendi arkitektapartin, LBF sum hevur havt um hendi lendisarbeiðið, konstruksjónir og EL, ímeðan SMJ hevur havt ábyrgdina av HVS og luftreinsan. Tað er felagið Ráð, sum hevur staðið fyri byggileiðsluni.

Farið verður nú undir at listprýða hendan nýggja partin av skúlanum í vikuskiftininum. Tað eru listakvinnurnar Jana Jonhardsdóttir og Annika á Lofti, sum fara at listprýða hendan partin av skúlanum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2023

21 Leygardagur 22. juli 2023

Tvær nýggjar brúgvar í Saksunardali

Samanlagt hava hesar báðar verkætlanirnar kosta umleið 5,5 milliónir krónur

(Mynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í 2022 byrjaði arbeiðið gera nýggjar brúgvar við Stórá og við Heljardalsá í Saksunardali í staðin fyri tær gomlu, ið ikki vóru egnaðar longur.

Nú í juli 2023 eru verkætlanirnar avhendaðar Landsverki sum byggiharra. Spf. Spenn hevur projekterað, og Pf. Articon hevur staðið fyri anleggsarbeiðinum. Arbeiðið hevur drigið nakað út, men er mett væleydnað. Samanlagt hava hesar báðar verkætlanirnar kosta umleið 5,5 milliónir krónur.

Sostatt er komið enn eitt stig fram á leiðini, at fáa dagført mongu brúgvarnar í landsvegakervinum, ið tørva umvæling ella endurnýggjan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2023

22 Leygardagur 22. juli 2023

Nú skal Hasfjord høggast upp

Strandferðslan hevur selt skipið fyri 410.000 krónur til eitt felag á Skála. Knappar 30 milliónir eru nýttar til Hasfjord seinastu fýra árini

Rakstrarkostnaðurin av Hasfjord fyri árini 2020 til 2023 var 21,2 milliónir. Skipið frá 1975 er ikki longur í sigling (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hevur verið tosað nakað um Hasfjord, ið gavst at sigla fyri sløkum mánaða síðani. Í sambandi við seinastu túrarnar um Skopunarfjørð skrivaði Strandferðslan, at samráðingar vóru við fleiri áhugaðar upphøggarar um at keypa Hasfjord, og onkrir hava longu verið og hugt eftir skipinum.

Nú er greitt, at alt er komið uppá pláss hesum viðvíkjandi. Heimasíðan ssl.fo skrivar, at Strandferðslan fyrr í vikuni skrivaði undir sáttmála við Sp/f 12.08.09 um sølu av M/V Hasfjord til at høgga upp. Felagið heldur til á Skála, og skipið liggur í løtuni á Strondum.

Hasfjord varð upprunaliga keyptur úr Noregi í 2019 til at flyta byggiútgerð og betong um Skopunafjørð í samband við Sandoyartunnilin. Talan bleiv eisini um aðra farmasigling í oynna. Strandferðslan viðurkennir, at Hasfjord hevur verið teimum dýrur

- Kostnaðirnir av umvælingum, meðan Hasfjord var í rakstri, vóru høgir, og nógvir liggidagar vóru vegna ymisk brek ella óhapp. Eisini krøvini frá klassanum blivu meiri krevjandi. Hasfjord varð bygdur í 1975 og er harvið 48 ára gamal. SSL keypti skipið í desember 2019 fyri 3,5 milliónir, og umvældi tað fyri 5,2 milliónir so at samlaði úveganarkostnaðurin var 8,7 milliónir krónur.

Rakstrarkostnaðurin av Hasfjord fyri árini 2020 til 2023 var 21,2 milliónir, og í alt blivu sostatt brúktar knappar 30 milliónir krónnur upp á Hasfjord. Hasfjord varð seldur til upphøgging fyri 410 túsund krónur, upplýsir Strandferðslan.

Landsstýrismaðurin tók í samráð við Strandferðsluna um miðjan juni avgerð um at taka skipið endaliga úr sigling.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

23 Leygardagur 22. juli 2023

Størsta íbúðarverkætlan í Føroya søgu liðug

Seinasta lonin og fjóðra byggistig í íbúðarbygingini á Fløtum, sum fevnir um 111 íbúðir, er liðug – í síðstu lonini eru 32 íbúðir, sum eru úr 45 fermetrum upp í 116 fermetrar

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Verkætlanin byrjaði í 2019 og nú bara fýra ár seinni fevnir hetta um 111 nýggjar íbúðir, nú seinasta lonin og fjóðra byggistig í íbúðarbygingini á Fløtum í Havn er liðug og er avhendað.

Í síðstu lonini eru 32 smærri og størri íbúðir, sum eru úr 45 fermetrum upp í 116 fermetrar til støddar.

- Her er nógv at fegnast um. Eitt, sum hevur ómetaliga stóran týdning er, at talan er um fjølbroyttar íbúðir, ið nøkta ymiskan tørv, alt eftir stødd á húski, segði Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, sum helt stutta røðu á samkomu úti á Fløtum.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2023

24 Leygardagur 22. juli 2023

Norðoya Sparikassi hækkar renturnar

Inn- og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 prosentstigum fyri bæði privat- og vinnukundar frá 25. august

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hækkaðu rentuna við 0,25 %-stigum tann 15. juni 2023, og tí hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini.

Inn- og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 prosentstigum fyri bæði privat- og vinnukundar.

Broytingarnar koma í gildi tann 25. august 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2023

25 Leygardagur 22. juli 2023

Undirsjóvar-vodka vunnið tríggjar gullmedaljur

North Atlantic Subsea Vodka frá føroyska Faer Isles Distillery hevur vunnið gull í ikki færri enn trimum av fremstu altjóða kappingunum innan spiritus

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

North Atlantic Subsea Vodka frá føroyska Faer Isles Distillery hevur vunnið gull í ikki færri enn trimum av fremstu altjóða kappingunum innan spiritus.

Subsea Vodka er gjørt úr vatni úr einum stórum lumma við elligomlum feskvatni, ið varð funnin undir Hestfirði, tá Sandoyartunnilin varð boraður. Distillaríið hevur í dag sín egna krana í tunlinum, har vatnið til Subsea Vodka verður tappað. Føroyska produktið er heimsins einasta undirsjóvar-vodka.

Fyrst kom úrslitið frá The Global Vodka Masters, sum altjóða tíðarritið The Spirits Business skipar fyri. Distillaríir úr 120 longdum luttaka, og kappingin hevur nakrar av bestu serfrøðingunum í heiminum í dómsnevndini: Subsea Vodka hevði vunnið gull í flokkinum Super Premium.

Síðani varð kunngjørt, at vodkað eisini hevði fingið gull frá sera viðurkendu The International Wine & Spirit Competition (IWSC). At enda kom eisini úrslitið frá World Vodka Awards, ið var enn eitt gullheiðursmerki.

Nakrar av viðmerkingunum frá ymsu dómsnevndunum eru: “A light yet beautifully textured spirit. The nose is elegant and subtly spiced. Warmth builds on the finish, ending each sip on a moreish high. Light minerality on the nose with sweet berry notes and peppermint undertones. Light cranberry tartness and vanilla sweetness on the palate with spicy character and long-lasting peppery finish. Hints of strawberries on the aftertaste.

Note of sea salt with lots of flavour and length. Lovely toasty aromas with hints of citrus, sweet and light palate followed by a lingering peppery finish. Neutral, easy nose, big creamy palate with a touch of heat in the end with a big, long buildup of peppery notes.

Faer Isles Distillery er annars farið undir altjóða hópfígging og hevur longu fingið nógvar nýggjar partaeigarar afturat teimum verandi 657 úr 24 ymiskum londum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2023

26 Leygardagur 22. juli 2023

Anfinn í Toft verður nýggjur tekniskur leiðari

Nes kommuna hevur í vikuni sett klaksvíkingin í starvið, sum hann byrjar í 1. september

Anfinn í Toft er útbúgvin húsasmiður, byggitøkningur og byggifrøðingur. 35-ára gamli klaksvíkingurin hevur eisini arbeiðsroyndir m.a. frá Fuglark og frá SNA (Mynd: nes.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nes kommuna hevur í eina tíð søkt eftir tekniskum leiðara, og í gjárkvøldið kundi kommunan á heimasíðu sínari kunngerða, at persónurin er funnin.

Á eyka býráðsfundi 18. juli varð samtykt at seta Anfinn í Toft í starv sum tekniskur leiðari hjá Nes kommunu.

Um Anfinn skrivar nes.fo, at hann er 35 ár og búsitandi í Klaksvík. Anfinn í Toft er útbúgvin húsasmiður, byggitøkningur og byggifrøðingur. Harafturat hevur hann dyggar arbeiðsroyndir m.a. frá Fuglark og frá SNA.

Klaksvíkingurin stillaði upp til seinasta Løgtingsval fyri Tjóðveldisflokkin. Anfinn í Toft tekur við starvinum hjá Nes kommunu 1. september.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2023

27
Leygardagur 22. juli 2023

Jógvan á Lakjuni nýggur havnameistari hjá Klaksvíkar kommunu

Hann hevur seinastu 10 árini starvast sum havnafúti hjá Klaksvíkar Havn. Jógvan er útbúgvin skipsførari, og hevur nógvar royndir frá m.a. føroysku fiskivinnuni

Jógvan hevur royndir sum havnafúti og byrjar í starvinum 1. august (Mynd: klaksvik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Klaksvíkar kommuna boðaði í vikuni frá, at ein nýggjur havnameistari er settur. 

Talan er um Jógvan á Lakjuni. Hann hevur seinastu 10 árini starvast sum havnafúti hjá Klaksvíkar Havn, og kennir hann tí væl til tørvin og kann fara til verka beinanvegin, skrivar klaksvik.fo.

Jógvan er útbúgvin skipsførari og hevur nógvar royndir frá føroysku fiskivinnuni, umframt at hann hevur royndir við eitt nú cruise vinnu og offshore vinnu. Hann byrjar í starvinum 1. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2023

28 Leygardagur 22. juli 2023

Heini Bergsson Debes vart ph.d. á DTU

Ritgerð hansara fevnir um fimm vísindaligar greinar, og Heini fekk góð skoðsmál fyri ritgerð sína um KT-trygd

Eftir verjuna gav Sebastian Mödersheim vegna andmælingarnar Heina tey skoðsmál, at ritgerð hansara var sera væl úr hondum greidd, at framløga hansara hevði verið sera góð, og at hann hevði svarað væl teimum spurningum, sum vóru settir honum (Mynd: gransking.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 30. juni 2023 vardi havnarmaðurin Heini Bergsson Debes ph.d.-ritgerð sína innan KT-trygd á Danmarks Tekniske Universitet (DTU).

Ritgerð hansara fevnir um 5 vísindaligar greinar, sum hann hevur fingið góðtiknar á altjóða trygdarráðstevnum og givið út.

Heitið á ritgerðini var: “Convincing Without Revealing: Strategies for Facilitating Remote Attestation under Weakened Trust Assumptions using Privacy-Enhancing Technologies.”

Høvuðsvegleiðarin hjá honum var Christian Damsgaard Jensen, lektari á DTU Compute, og hjálvegleiðarin var Thanassis Giannetsos, sum er deildarleiðari innan nettrygd á fyritøkuni UBITECH í Grikkalandi.

Formaður fyri verjuna var Emmanouil Vasilomanolakis, lektari á DTU Compute. Ph.d.-ritgerðin hjá Heina var einmælt góðtikin. Eftir verjuna gav Sebastian Mödersheim vegna andmælingarnar Heina tey skoðsmál, at ritgerð hansara var sera væl úr hondum greidd, at framløga hansara hevði verið sera góð, og at hann hevði svarað væl teimum spurningum, sum vóru settir honum

Andmælingarnir vóru Sebastian Mödersheim, lektari á DTU Compute.
Ahmad-Reza Sadeghi, professari á Technical University of Darmstadt, Týskland.
Liqun Chen, professari á University of Surrey, Ongland.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2023

29 Leygardagur 22. juli 2023

Sandoyar kirkjubók fyri árini 1719-1892 komin út

Bókin varð í bókasavninum heima á Sandi mikukvøldið. Til ber at síggja allar møguligar upplýsingar um persónarnar, ið livdu í tíðarskeiðnum

Summar av kirkjubókunum eru ikki varðveittar fyri øll árini, men øll Sandoyarbókin er væl førd
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyskir ættargranskarar og øll tey, sum hava ættarbond til Sandoynna, Skúgvi og Stóru Dímun, hava nógv at fegnast um, tí í vikuni kom út Sandoyar kirkjubók fyri árini 1719-1892.

Bókin varð løgd fram í bókasavninum heima á Sandi mikukvøldið.

Í nýggju bókini ber til at síggja hvørji børn eru fødd í hesum tíðarskeiði, nær tey eru doypt, og hvørjar gubbar og gummur tey høvdu, nær tey eru fermd, nær tey eru gift, hvørji børn tey hava fingið, og nær tey eru deyð. Alt hetta hava prestarnir í Todnesi sitið og skrivað við fjaðrarpenni eins og allir aðrir prestar í Føroyum hava gjørt. Men meðan summar av kirkjubókunum ikki eru varðveittar fyri øll árini, er øll Sandoyarbókin til síðan 1719, og er væl førd.

Harumframt hevur Hentze próstur skrivað so ómetaliga nógv, sum eingin annar prestur hevur fest á blað. Eitt nú hevur hann skrivað hvørji vóru til altars. Hann hevur skrivað hvørji embætisbrøv hann hevur fingið og við hvørjum skipi tey eru komin, og við hvørjum skipi hann sendi brøv avstað. Hann skuldi kunngera lógir, og skrivaði upp hvørjar tær vóru, og nær tær vóru kunngjørdar samkomuni.

Hetta og nógv annað ger Sandoyar kirkjubók til eitt tað mætasta keldusavn til Føroya søgu. Allir føroyskir søgumenn hava vitað um hetta, og nú ber til hjá teimum at troyta hesa keldu, sum higartil hevur verið ring at fingið nakað burturúr tí hon var skrivað við gamlari skrift sum fá duga at lesa longur.

Tann sum hevur gjørt tað bragd at gjørt hetta verk atkomuligt, er Johan Guttorm Mikkelsen, sum fyri nøkrum árum síðani fór í holt við at skriva av allar tær varðveittu kirkjubøkurnar. Hetta var honum til dagdvølju, men so kom samstarv í lag millum hann og bókmentafelagið Varðan, sum var hugað at geva Føroya fólki møguleika fyri at síggja sína slekt nú mentanarrritið Varðin fylti hundrað ár. Semja var um, at tilfarið mátti prentast, tí annars var eingin trygd fyri at alt var rætt, og at hava leitorðalista so tað bar til at finna fram til nøvn, bæði fólka- og staðarnøvn.

Fyri trimum árum síðani, 7. juli 2020, komu tey fyrstu tvey bindini, og tey vóru um Eysturoynna. Orsøkin til at støðgað verður við 1892 er, at tá komu nýggjar kirkjubøkur. Nú Sandoyggin er komin, er Suðurstreymoy eftir fyri árini 1852 til 1892. Tá fer at bera til at finna skyldfólk um allar Føroyar, og tað fer at bera til at skriva bygdarsøgur á haldgóðum grundarlagi.

Tíðindaskriv frá Bókmentafelagnum Varðin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2023

30 Leygardagur 22. juli 2023

Homo Urbanus – 16 myndir úr Havn

Tórshavn er nú við í umfatandi myndaverkætlan frá øllum høvuðsstøðunum í Evropa

(Mynd: Jean-Marc Caracci)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í farna mánaði var franski fotografurin Jean-Marc Caracci ein túr í Føroyum fyri at taka myndir í Havn í sambandi við eina umfatandi foto-verkætlan, hann hevur arbeitt við í fleiri ár.

Verkætlanina kallar hann “Homo Urbanus”, og málið var at taka myndir úr øllum høvuðsstaðunum í Evropa.

Tórshavn var høvuðsstaður nummar 45 og hin seinasti í hansara stóru verkætlan, kallað “Homo Urbanus Europeanus”.

Nú kunnu myndirnar úr Havnini síggjast á netinum. Talan er um 16 myndir. Brotmyndir av Havnini, allar við einum ella fleiri persónum á. Persónarnir kennast ikki aftur, og eru oftast til gongu úr myndini.

Sí myndirnar her

Homo Urbanus in Tórshavn

Homo Urbanus Europeanus

Jean-Marc Caracci hevur sýnt myndir sínar fram í 29 londum higartil. Næstu “Homo Urbanus Europeanus”-framsýning hansara, sum letur upp, verður í suðurfranska býnum Pézenas. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

31 Leygardagur 22. juli 2023

Bryggjudansur fyri Grinkli á Glyvrum í kvøld

Hátíðarhalda at aldargamli sluppungin er umvældur, og nú aftur kann stevna út á fjørðin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Niðri á Støð á Glyvrum hittast raskir menn hvørt mikukvøld at umvæla motorbátin Grinkil. Aftan á trý ár er motorbáturin umvældur, at ferðast um landi.

Menninir vilja fegnir bjóða øllum at hátíðarhalda, at Grinkil aftur kann stevna út á fjørin við børnum og vaksnum, og geva teimum eina mynd av lívinum umborð á motorbátunum og á okkara sluppum, sum hevur lagt lunnar undir Føroyum sum fiskivinnutjóð.

Tað eru nógvar eldsálir, sum savna menn til at vísa sínu bestu dygdir sum hondverkarar og snikkarar at umvæla motorbátin frá 1919.

Grunnurin Grinkil hátíðarheldur 103 ára føðingardag við gildi í kvøld. Byrjað verður kl. 21 við stuttligari spurnarkapping og kl. 23 verður dansur við Halli Joensen og DJ Finnur S. Olsen. Atgongumerki fæst fyri 250 krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

32 Leygardagur 22. juli 2023

Árliga Laksatorgið verður í dag

Nógv verður gjørt burtur úr dygdargóðu rávørunum, sum Bakkafrost letur, og fjøltáttaðu rættirnir eru ókeypis

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú sólin stendur hægst á himli er serstaka summartiltakið hjá Runavíkar Kommunu, Laksatorgið, aftur á skrá.

Hugnaliga umhvørvið niðri á Støð á Glyvrum, har bátafelagið heldur til, er aftur í ár karmur um Laksatorgið.

Nógv verður gjørt burturúr dygdagóðu rávørunum, sum Bakkafrost letur, og fjøltáttaðu smáu rættirnir eru ókeypis, so tað er lagamanni at koma til Glyvrar at royna. Sum nakað nýtt luttekur Etika eisini, og kokkurin fer at vísa, hvussu tey gera sushi. Stór grill verður sett upp mitt á økinum og har verða laksaspjót at fáa.

Nøkur tiltøk eru afturvendandi, men fleiri nýggj leggjast afturat á hvørjum ári. Á sjálvum økinum verður ponyríðing, ókeypis kajakk, dreygibenkur, barnaundirhald og harmonikutónar.

Stóra sølutorgið við alskyns vørum letur upp kl. 10. Leikur, prýðislutir, bundnar vørur, gávulutir og endurnýtsluvørur eru millum mongu tilboðini.

Fólkini handan Kæti Barnaundirhald verða á staðnum, og skipa allan dagin fyri kappingum og bjóða fólki at royna myndaboksina Sjóselfie. Pallurin mitt á økinum borðreiðir við tónleiki og gyklarum. Um tær dámar at dyppa, svimja ella skreiða á sjógv, tak so svimjiklæðini við, tí fjøran við ósan á Glyvrum liggur bert eitt hanagleiv frá økinum.

Bakkafrost bjóðar fólki at vitja virkið á Glyvrum, og møguleiki verður at fara umborð á eitt av teirra skipum. Skráin á virkinum byrjar kl. 11 við mati, tónleiki og undirhaldi til børnini.

Kl. 13 verður almenningurin boðin til framløgu og kjak um føroysku alivinnuna. Luttakarar verða Høgni Hoydal, vinnumálaráðharri , Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Bill Justinussen, fyrrverandi løgtingsmaður og Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2023

33 Leygardagur 22. juli 2023

Kvinnuhúsið fær ágóðan

Lions Club skipar aftur fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku í ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club verður í Müllers Pakkhúsi frá hósdegnum 27. juli til sunnudagin 30. juli. Sum vant eru tað bæði leik og lærd listafólk, ið sýna fram.

Sum við øllum øðrum tiltøkum hjá Lions, fer ágóðum frá ólavsøkuframsýningini til eitt vælgerandi endamál. Í ár hevur Lions Club Tórshavn gjørt av, at pengarnir skulu fara til Kvinnuhúsið.

Kvinnuhúsið hevur skjótt 33 ár á baki, og hevur øll hesi árini varpa ljós á harðskap og órætt ímóti kvinnum, og at veita harðskapsraktum kvinnum innivist.

Í 1980-unum gjørdist meira vanligt at umrøða harðskap ímóti kvinnum, og tann 1. oktober í 1990 byrjaði Kvinnuhúsið sítt virksemi í KFUM, har tað framvegis húsast. Tað hevur síðani verið bæði kvinnum, børnum og familjum til holla hjálp og stórt gagn.

Framsýningin á ólavsøku gevur inntøkur frá bæði atgongumerkjasølu og sølu av listaverkum, og Lions Club Tórshavn vónar sjálvandi, at fólk eru eins dúglig at vitja í Müllers Pakkhúsi og tey plaga.

Framsýningin letur upp hósdagin 27. juli og er opin til og við sunnudagin 30. juli. Hósdagin er opið klokkan 16 til 20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14 til 20, og sunnudagin er opið klokkan 16 til 20.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

34 Leygardagur 22. juli 2023

Starlight á Ljósfest

12. august fer ein bólkur á pallin, ið leikti í sjeyti- og áttatiárunum – talan er um suðuroyarbólkin Starlight

(Mynd: Vágs kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tá Ljósfest verður í Vági 12. august, fer ein bólkur á pallin, ið leikti í sjeyti- og áttatiárunum. Tó hava teir verið saman á palli til okkurt serstakt høvi seinnu árini.

Talan er um suðuroyarbólkin Starlight.

– Starlight byrjaði í 1979, og spældi nógv til dans kring landið í áttatiárunum. Teir spældu rock- og popptónleik, og vóru væl fagnaðir kring landið, og í 1981 vunnu teir heitið sum ársins tónleikabólkur. Fleiri av teimum, ið mannaðu bólkin, hava verið virknir innan tónleik síðani, skrivar Vágs kommuna.

– Bólkurin hevði skiftandi manningar, men til dømis hava hesir mannað bólkin millum ár og dag: Jón McBirnie, Johan Martin Jacobsen, Fróði við Kvíggjá, Kári Lisberg, Sámal Samuelsen, Fimmboði Lisberg, Jóannes Petersen, Pól Beder, Marner Jacobsen og Jákup Hansen. Seinni hava eisini Pauli Hansen og Bjarni Lisberg verið við.

Umframt Starligt, verða eisini framførslur við Marius Ziska, Hanus G. Johansen, Section og Hjalmar og Dagfinn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2023

35 Leygardagur 22. juli 2023

Fortelja søgur og sagnir úr Havn

Skelti við QR-kotum verða sett upp í høvuðsstaðnum, so møguleiki er at hoyra søgur og søgnir frá staðnum á netinum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tórshavnar kommunua og fyritøkan Rami hava undirskrivað avtalu um at fáa gamlar sagnir, sum hava gingið fyri seg í Tórshavnar kommunu, lisnar upp á heimasíðu, sum fólk verða beind á umvegis QR-kotu.

Tað er fyritøkan Rami, sum hevur ment heimasíðuna við gomlum føroyskum sagnum, sum verða umskrivaðar til nútíðarmál og lisnar inn av sjónleikarum á bæði føroyskum og enskum máli.

Avtala er gjørd millum Tórshavnar kommunu og Rami um níggju føroyskar sagnir, sum verða lisnar inn og redigeraðar og dramatiseraðar við tónleiki yvir trý ár. Tær níggju sagnirnar sigast at hava gingið fyri seg í Tórshavnar kommunu.

Tær fyrstu tríggjar sagnirnar verða eftir ætlan tøkar um mánaðarskiftið juli – august í ár. Talan er um sagnirnar: Símun í Kirkjubø, Risagravirnar á Steinafjalli og  Tórsvík, sum er um navnið Tórshavn .

Síðani verða tríggjar sagnir lagdar afturat um árið, komandi trý árini.

Nærri kunning um staðseting og skeltir við QR-kotu verður løgd á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu, tá heimasíðan verður virkin. 

[object Object]Regin Winther Poulsen og Jónas Tormóðarson Stórá frá fyritøkuni Rami saman við borgarstjóranum, Heðini Mortensen (Mynd: torshavn.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

36 Leygardagur 22. juli 2023

Góður skaldskapur og tvær lítlar máltjóðir

Í juni gav Bókadeildin millum annað eina bók út hjá frísiska forlagnum Afûk

Frísiska útgávufelagið Afûk hevur síðani 1928 virkað fyri at menna frísiskt mál og mentan - Afûk og Bókadeildin hava eitt samstarv
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í norðasta landspartinum í Niðurlondum liggur Frísaland. Her var frísiska málið nýtt sum skriftmál í miðøld, til tað í 16. øld næstan fánaði burtur. Í 19. øld fór frísiska skriftmálið aftur at blóma, og í dag skilja mestsum allir 642.000 íbúgvar í Frísalandi frísiskt. Meginparturin tosar eisini frísiskt umframt hollendskt.

Frísiska útgávufelagið Afûk hevur síðani 1928 virkað fyri at menna frísiskt mál og mentan, og tí er tað er kanska ikki so løgið, at Afûk og Bókadeildin, sum í nógv ár hevur arbeitt fyri føroyska móðurmálinum við at geva út barna- og ungdómsbøkur, gjørdu eina samstarvsavtalu í 2021. Tá góvu forløgini eina bók út hjá hvørjum øðrum samstundis. Afûk gav út bókina "De Beam", sum er frísiska heitið á bókini hjá Bárði Oskarsson, "Træið", og "Tije – drongurin og rottumaðurin" er bókin, sum Bókadeildin gav út tá.

Í juni í ár gav Bókadeildin enn eina bók út hjá frísiska forlagnum, "At vera hjá ommu". Ein sera hugnalig og fittlig myndabók eftir sama høvund og myndprýðara, tann dugnaliga Mirjam van Houten .

Hugskotið um bókabýtið hjá hesum forløgum byrjaði í 2019, tá ið kongsins umboðsmaður í Niðurlondum, Arno Brok, og Hanna Jensen, sum tá var mentamálaráðkvinna, á einum fundi tosaðu um at styrkja mentanarliga og búskaparliga sambandið millum Føroyar og Frísaland. Seinni sama ár hittust útgevararnir, Ernst Bruinsma, úr Afûk og Niels Jákup Thomsen úr Bókadeildini á bókamessuni í Bologna og samdust um eina samstarvsavtalu. Bruinsma segði soleiðis um samstarvið við Bókadeildina:

- Eg kendi meg væl ímillum hesi fólkini á Bókadeildini. Forlagið hevur nógv til felags við Afûk. Útgávuvirksemið snýr seg fyrst og fremst um barna- og ungdómsbøkur. Eitt slíkt gott samband okkara millum er avgjørt neyðugt fyri at kunna gera avtalur í altjóða bókmentaheiminum. Og tað vísir, at vit úr Frísalandi mugu halda fram á henda hátt fyri at gera frísiskar bókmentir kendar uttan fyri okkara landamørk.

Bókadeildin gleðist um, at hetta forkunnuga og týdningarmikla samstarvið millum tvær lítlar máltjóðir heldur fram. Serliga tá ið slíkar dygdargóðar útgávur koma burtur úr bókabýtinum.

[object Object]

At vera hjá ommu
Mamma noyðist at fara onkustaðni, og Marita skal vera eftir hjá ommu. Maritu dámar væl at spæla við ommu, men tá ið hon skal fara í song, fer henni at leingjast ...

Mirjam van Houten skrivaði og myndprýddi, og Niels Jákup Thomsen týddi úr enskum. Bókin er upprunaliga skrivað á frísiskum. Bókin er 44 bls., innbundin og til børn, sum eru umleið 2-6 ár. Bókadeildin gav út í juni í ár.

Tije - drongurin og rottumaðurin
Tije dámar væl at spæla uttandura á bóndagarðinum hjá grannunum. Men nú noyðist hann at flyta til býin, og tað dámar honum onki. Man hann fara at fáa nakrar vinir har? Og hvussu man fara at gangast í skúlanum? Í býnum fær Tije ein heilt serligan vin, men um tað hjálpir … Ein sera góð søga um sjáldsom vinaløg og um at vera barn í eini verð, har tey vaksnu ofta hava nógv um at vera.

Tije var fyrsta bók hjá Mirjam van Houten og kom út í 2016. Bókin var í uppskoti til Simke Kloosterman Priis for Frisian Children's and Youth Literature og fekk eitt pláss á heiðurslistanum hjá IBBY (International Board on Books for Young people) í 2018.

Mirjam van Houten hevur skrivað og myndprýtt bókina, og Frida Johannessen týddi úr hollendskum. Bókin er upprunaliga skrivað á frísiskum. Hon er 96 bls., innbundin og til børn, sum eru umleið 9-12 ár. Bókadeildin gav út í 2020.

Tíðindaskriv frá Bókadeild Føroya Lærarafelags

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2023

37 Leygardagur 22. juli 2023

Mi6-ovasti: Putin gjørdi avtalu fyri at bjarga sær sjálvum

Bretski fregnartænastuovastin er fyrsti vesturlendingurin, sum váttar avtaluna millum Putin og Prigozjin

Richard Moore
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var ein trýstur russiskur forseti, Vladimir Putin, sum leygardagin 24. juni gjørdi eina avtalu við ovastan fyri Wagner-herin, Jevgeni Prigozjin, fyri sjálvur at sleppa snikkaleysur burtur úr støðuni hann var komin í.

Soleiðis ljóðar greiningin frá ovastanum fyri bretsku fregnartænastuna Mi6, Richard Moore, sum er fyrsta kelda úr vestanlondunum, ið kann vátta, at partarnir gjørdu eina avtalu fyri at forða privata leiguherinum at treingja inn í russiska høvuðsstaðin, Moskva.

- Hann svaraði ikki aftur. Hann gjørdi eina avtalu fyri at bjarga sær sjálvum við hjálp frá góðum kontaktum við leiðaran í Hvítarusslandi, sigur Richard Moore sambært CNN, og sipar til Aleksandr Lukasjenko, forseta í Hvítarusslandi, ið virkaði sum meklari millum partarnar.

Júst hvat Putin og Prigozjin hava avtalað, er framvegis ógreitt. Helst inniber tað, at Wagner-herurin, ið hevur stríðst fyri Russland undir krígnum í Ukraina, nú verður fluttur til Hvítarusslands.

Men hvat síðan er hent tí vanliga so opinskáraða Prigozjin er óvist fyri Mi6-ovastan. Í gjár sást Prigozjin fyri fyrstu ferð síðan 24. juni í einum videofilmi á internetinum.

Richard Moore hevur tó ta fatan, at hann er á lívi og hevur tað gott. Moore kom við greiningini á einum tíðindafundi í kekkiska høvuðsstaðnum Prag.

Wagner-herurin royndi at kollvelta russisku herleiðsluna eftir at herurin eftir øllum at døma varð raktur av álopum frá russiska herinum.

Progozjin blásti ferðina av, tá Wagnerherurin var umleið 200 kilometrar frá Moskva.

Richard Moore nýtti høvið til at eggja russiskum borgarum at njósnast fyri Bretland fyri á tann hátt at hjálpa við at støðga krígnum, sum nú hevur vart í 18 mánaðir, skrivar Ritzau.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

38 Leygardagur 22. juli 2023

Margreta drotning tikið met hjá Christian IV

Eingin danskur kongur ella drotning hevur sitið longri á trónuni enn hon

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Margreta drotning er nú tann, sum hevur sitið longst á trónuni í Danmark.

Tað skrivar kongshúsið sambært donskum miðlum.

Drotningin yvirtók trónuna eftir pápanum, Fríðriki IX, 14. januar 1972, og miðskeiðis í hesum mánaðinum tók hon metið hjá Christian IV, sum sat við valdið í í 51 ár og seks mánaðir.

Christian IV var bert 11 ár, tá pápi hansara doyði í 1588, og yvirtók hann ikki landsins leiðslu, fyrr enn í august 1596, tá hann varð blivin myndigur. Hann sat á trónuni, inntil hann doyði í 1648.

Av núlivandi kongum og drotningum er Margreta drotning eisini tann í heiminum, sum hevur sitið longst á trónuni. Tað metið tók hon, tá bretska drotningin, Elizabeth II, andaðist í september 2022. Bretska drotningin hevði tá sitið á trónuni í yvir 70 ár.

Margreta drotning hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at hon ætlar sær at vera sitandi á trónuni, so leingi hon livir, og bert álvarslig sjúka hevði kunnað fingið hana at leggja frá sær.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2023

39 Leygardagur 22. juli 2023

Savna pengar til undirsjóvartunlar í Hetlandi

Vinnulívið á norðrastu oyggjunum royna at skunda undir fyrireikingarnar – ferjusambandið tænir ikki oyggjunum nóg væl

Vinnulívið á Yell og Unst skundar nú undir tunnilsverkætlanirnar - ferjusambandið er óhaldbært (Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í Hetlandi eru tey farin undir at savna pengar inn til at gera undankanningar av møguleikunum fyri at bora undirsjóvartunnlar til tær norðastu oyggjarnar, Yell og Unst.

Tað er ein bólkur, kallaður “The Yell and Unst Tunnel Action Groups”, sum eru farin undir at savna pengar, tí núverandi ferjutænasturnar gerast “alt meira óhaldbærar”, sum savt verður.

150.000 pund (um 1,3 milliónir krónur) eru longu komnar inn. Rakettútskjótingarstøðin í Unst, SaxaVord Spaceport, hevur latið 100.000 og “North Yell Development Council, NYDC” hevur latið 50.000, skrivar Shetnews.

Bólkurin hevur nú gjørt eitt hópfíggingar átak, við tí endamáli at bíleggja jarðfrøðiligar kanningar, og møguliga eisini fyri at kanna umhvørvisárinini av tunnlunum millum Mainland og oyggjarnar Yell og Unst.

Málið við hópfíggingini er í fyrsta lagið 250.000 pund til hesar kanningar, og síðan 250.000 afturat til royndarboringar í økjunum, har ætlanin er at bora tunnlarnar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2023

40 Leygardagur 22. juli 2023

Bjargaðir eftir at hava verið saknaðir í tríggjar mánaðir

Timothy Shaddock og hundurin Bella róku fyri vág og vind í Kyrrahavinum

Timothy Shaddock og Bella avmyndaðir umborð á meksikanska tunfiskaskipinum hjá reiðarínum Grupomar (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein avstralskur sjómaður, sum hevur verið saknaður í tríggjar mánaðir, er funnin á lívi saman við hundi sínum, rekandi í báti sínum í altjóða sjógvi.

Tað upplýsir eigarin av meksikanska tunfiskaskipinum, sum fann horvna mannin, fyri AP tíðindastovuni.

Timothy Shaddock var umborð á báti sínum “Aloha Toa” í Kyrrahavinum, umleið 1900 kilometrar frá landi, tá hann varð funnin.

Sambært reiðarínum hjá fiskibátinum, vóru australiumaðurin og hundur hansara í ringum standi, tá hann teir vóru funnir.

Fiskibáturin skuldi væntandi koma til meksikansku havnina Manzanillo í dag.

Miðilin 9News skrivar, at Timothy Shaddock og hundurin Bella fóru úr La Paz í Meksiko fyri trimum mánaðum síðani. Eftir bert einari viku, vórðu teir raktir av stormi, som gjørdi so nógvan skaða á bátin, eina tvíkilju, at hon ikki var siglingarfør.

Teir hildu sær á lívi við regnvatni og ráum fiski, meðan teir bíðaðu og vónaðu at verða funnir og bjargaðir.

Timothy Shaddock sigur við 9News, at hann hevur tað gott hóast alt.

- Hetta hevur verið hart. Nú havi eg bara brúk fyri hvíld og góðum mati, tí eg havi verið einsamallur til sjós í so langa tíð, sigur hann við miðilin.

Hundurin Bella hevur tað eftir umstøðunum eisini gott, skrivar Ritzau. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2023

41 Leygardagur 22. juli 2023

Oljunýtslan minkaði í fjør

Minkaði við 6,5 prosentum í fjør í mun til 2021

(Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Oljunýtslan í Føroyum minkaði við nærum 6,5 prosentum í 2022 í mun til árið fyri.

Tað vísa nýggj tøl hjá Hagstovuni. Í 2022 influttu vit 293.725 litrar av olju, og tað er meira enn 19.000 litrar minni enn í 2021.

Hagstovan hevur gjørt upp, í 2022 brúkti vinnan knappar 181.000 litrar, Sev góðar 43.000, húsarhaldini bilarnir knappar 35.000 og húsarhaldini góðar 34.000 litrar. Í øllum hesum bólkum er talan um eina minking frá 2021 til 2022.

Økta sølan av ravmagnsakførum tykist, sambært hagtølunum, ikki at hava sligið í gjøgnum í fjør, tí lutfalsliga nýtslan av bensini øktist úr 3,6 prosentum til 3,7 prosent av allari oljunýtsluni. Gassoljunýtslan minkaði úr 63,7 til 63,1 prosent, meðan tungoljan øktist úr 32,8 til 33,2 prosent.

Tølini umfata eisini skip, sum hava bunkrað uttanlands, meðan útlendsk skip, sum hava bunkrað í Føroyum ikki eru tikin við. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2023

42 Leygardagur 22. juli 2023

Suðuroyggin 56 prosent grøn fyrra hálvár

Vindur, vatn og sól øktust, meðan oljan minkaði

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Vindorkuframleiðslan øktist við 74 prosentpointum, tó at talið av vindmyllum er tað sama sum áðrenn. Munurin er, at battarískipanin og synkronkompensatorin, sum blivu verksett í fjør heyst, hava effektiviserað vindorkuframleiðsluna. Vindurin stóð fyri góðum 43 prosentum av samlaðu framleiðsluni.

Hetta skrivar SEV á síni heimasíðu. 

Vatnorkuframleiðslan øktist eisini í mun til fyrra hálvár í fjør. Vatnið stóð fyri 12%, sum er meira enn í fjør, tá vatnorkan kom upp á góð 10 prosent.

Oljuframleiðslan á Vágsverkinum náddi 44% fyrra hálvár í ár í mun til smá 65% sama tíðarskeið í fjør. Minkingin er 34% og tað svarar til 800 tons av olju, sum eru spard í mun til fyrra hálvár í fjør.

Sólorkuframleiðslan hilnaðist eisini eitt vet betur í ár. Góðir 102 MWt eru framleiddir, sum er 4% meira enn sama tíðarskeið í fjør og 0,6% av samlaðu framleiðsluni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2023

43 Leygardagur 22. juli 2023

Methøg framleiðsla av sólorku í juni

35 MWh vóru framleiddir í juni. Tað er met síðan sólorkulundin í Sumba var tikin í nýtslu

(Mynd: SEV)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sólorkuframleiðslan í juni lá á 35,8 MWh, ið er met síðan sólorkulundin í Sumba var tikin í nýtslu í desember 2019.

Hetta skrivar SEV á heimasíðuni.

Samanborið við juni 2022, tá framleiðslan var 27 MWh, er hon í ár nærum 8,9 MWh hægri. So góða veðrið í juni var ikki bara til frama fyri fólkið.

Framleiðslan undanfarnu árini vísir, at sólorkuframleiðslan vanligt er hægst í mai, juni og juli. Í ár var framleiðslan tó hægri í apríl enn í mai.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2023

44 Leygardagur 22. juli 2023

SEV: Umvæla á Strond

Í hesum døgum verður turbinan á Strond umvæld, og tí er eingin vatnorkuframleiðsla á Strond. Orsøkin er, at ein ventilur á turbinuni er skaddur

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Umvælingararbeiðið verður væntandi ikki liðugt fyrrenn í august, tí torført er at fáa onkrar av neyðugu eykalutunum.

Summarið er vanliga besta tíðin til at gera viðlíkahaldsarbeiði á vatnorkuverkum skrivar SEV. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2023

45 Leygardagur 22. juli 2023

Stríð um orkuútbygging eystan fyri Føroyar

Hóast mótmæli frá umhvørvisfelagsskapum fara bretar helst í næstum at geva grønt ljós til útbygging av stórari oljukeldu í føroyska grannalagnum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Stríð hevur tikið seg upp rundan um útbygging av eini stórari olju- og gasskeldu skamt frá føroyska markinum. Talan er um Rosebank kelduna, sum norska Equinor stendur fyri og ynskir at útbyggja til framleiðslu.

Felagið hevur bíðað eftir endaliga loyvinum frá bretskum myndugleikum í eina tíð. Hóast mótstøðan frá umhvørvisfelagsskapum og politikarum móti útbyggingini fær undirtøku bæði í Skotlandi og Onglandi, so er greitt, at grønt ljós uttan iva verður latið í næstum. Equinor, sum er fyristøðufelag, sigur, at tað hevur latið allar teir upplýsingar um útbyggingina, sum myndugleikarnir hava kravt og bíðar tí eftir endaliga loyvinum. 

Nú um dagarnar ljóðaði í bretskum miðlum, at ein almennur eftirlitsmyndugleiki hevur gjørt av at útseta loyvisgevingina til tess at kunna kanna umstøður viðvíkjandi útlátinum. Eisini nógvi hitin kring jørðina seinastu tíðina, sum nógv bendir á stavar frá veðurlagsbroytingum, sigst vera orsøk til, at ivi aftur verður sáddur um Rosebank verkætlanina. 

Equinor sigur, at tað heldur fram við fyrireikingunum av verkætlanini, hóast mótstøðuna. 

Tey, sum eru fyri útbyggingini, siga, at hon fer at gera Bretland minni tengt at innfluttari orku og harvið vera við til at stuðla uppundir orkutrygdina. 

Tað er tó greitt, at mótstøða er í Skotlandi  ímóti útbyggingini, her serliga frá teimum grønu, sum eru partur av stjórnini. Hinvegin hevur nýggja leiðslan í SNP gjørt greitt, at hon ynskir at stuðla undir orkuveitingartrygdina, og ætlar sær ikki at ganga ímóti útbygging av eitt nú Rosebank.

Bretska stjórnin undir leiðslu av teimum konservativu heldur tað vera rætt at útbyggja olju- og gassleiðir i Norðsjónum fyri at sleppa undan at vera bundin at innfluttari orku. Rosebank er ein partur av hesum og eisini enn ein stór kelda vestan fyri Hetland, Cambo. Hesar báðar eru nógv frammi í kjakinum um, hvørt Bretland skal halda fram við at menna og útbyggja olju- og gassleiðir.

Stóri spurningurin í løtuni er, hvussu orkufeløgini  kunnu útbyggja keldurnar og samtíðis minka um útlátið. Her arbeiða tey við at elektrifisera framleiðsluna. Tvs. at brúka streym frá varandi orkukeldum so sum vindorku til at standa fyri framleiðsluni. 

Stóri andsstøðuflokkurin Labour hevur sagt seg vilja raðfesta grøna orkuskiftið kemur hann til valdið eftir komandi val men hevur kortini lat dent á, at hann fer ikki at ganga ímóti útbyggingum av olju- og gassleiðum, sum hava fingið loyvi longu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2023

46 Leygardagur 22. juli 2023

KÍ feldi Ferencvárosi í framúr dysti

Føroyameistararnir vunnu 3-0 í Ungarn, eru víðari og er hetta ein stórur varði í føroysku fótbóltssøguni. KÍ skal nú spæla móti Häcken í øðrum umfari í Champions League

0-0 í Klaksvík og 3-0 í Budapest - KÍ framdi eitt stórt samanlagt avrik (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Teir laðaðu sterku grundina á heimavølli, bygdu snøgt víðari í fyrra hálvleiki í Budapest og gjørdu arbeiði liðugt við gróthørðum arbeiði og stinnum verjuspæli í seinna hálvleiki.

Tað er ein helst ein ófrávíkiligt sannroynd, at KÍ mikukvøldið skapti størsta úrslti hjá einum føroyskum felagi á útivølli nakrantíð, og kanska tað besta samanlagda úrslitið, sum hevur verið. Teir í bláum vóru snildir, stinnir, raskir og tóku av, tá heimaliðið gjørdu mistøk.

Árni Frederiksberg var stóri maðurin í álopsspælinum við tveimum málum og einum uppleggi. Annars var tað ein rúgva av sterkum einstøkum avrikum, men mest av øllum einum heildaravriki sum var framúr. Spælararnir vístu stórt dirvi, stóðu ógvuliga væl ímóti og søktu neyðuga hepni. Tað er ógvuliga flott at liðið hjá Magna Hoseth yvir tveir dystir helt málið púra reint, og fekk hótt mótstøðuliðið so mikið ofta.

KÍ byrjaði framúr væl, og Odmar Færø vann brotsspark í samband við deyðbólt, ið Árni Frederiksberg kaldliga umsetti til mál. Sami Frederiksberg økti í 32. minutti, eftir at René Shaki Joensen væl vann bóltin, setti ferð á, fann Deni Pavlovic, ið við skotroynd legði upp til Árna, sum var til reiðar í málteignum.

KÍ helt heimaliðum frá vandamiklum møguleikum, og tað sá ikki út til at kunna gerast nógv betur. Men tað gjørdi tað: Árni Frederiksberg smekkaði bóltin flott fram til Luc Kassi, sum rann djúpt og sá at málverjin var langt úti og smekkaði til. Onkursvegna vardi liðformaðurin og ungarski landsliðsmálverjin ikki fyri, og so var 3-0.

Ferencváros royndi at leggja trýst á og minkað um munin á 3-0 til KÍ, men tað var sjáldan, at tað gjørdist vandamikið. Í roynd og veru hevði KÍ størstu møguleikarnar eftir steðgin, og samanlagt hevði KÍ sjey skot á mál móti trimum hjá ungarska stórfelagnum, sum fýra ár á rað hevur verið í evropeiskum bólkaspæli.

KÍ tók stórt fet móti einum slíkum í hesum dystinum, og vísti sínar dygdir í slíkum dysti eisini. Hetta er fyrstu ferð, at KÍ hevur spælt seg víðari til 2. umfar í Champions League.

Í 2020 var KÍ í 2. umfari og hitti Young Boys, men tá kom man víðari við sigri á skrivaraborðinum í 1. umfari.

Føroyameistararnir skulu spæla móti svensku meistarunum í øðrum umfari. Häcken vitjar við Djúpumýrar komandi viku - seinni dysturin verður í Svøríki 3. august.

Champions League 1. umfar, Seinni dystirnir 
Mikudagin 19. juli, Budapest 
Ferencvárosi - KÍ (0-3) 
8' Árni Frederiksberg, br. (Odmar Færø) 0-1
32' Árni Frederiksberg (Deni Pavlovic) 0-2
45 (+1)' Luc Kassi (Árni Frederiksberg) 0-3

KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren, René Shaki Joensen (73' Patrick da Silva) – Árni Frederiksberg (56' Mads Boe Mikkelsen), Deni Palvovic (46' Hallur Hansson), Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg (93' Ahmed Latif) – Luc Kassi (73' Sivert Gussiås)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2023

47 Leygardagur 22. juli 2023

- Helst tað størsta eg havi upplivað sum fótbóltsspælari

Tvímálsskjúttin setur orð á ótrúliga sigurin hjá KÍ í nógva hitanum í Budapest, har Árni Frederiksberg og hinir vórðu heiðraðir

- Teir hava seks skot á okkara mál í 180 minuttir, og tað haldi eg næstan er tað flottasta við hesum, og so gagnnýta vit fleiri støður væl
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Í mun til at samlaða avrikið var so gott, og at man slær eitt eitt sovorit lið út á hendan hátt og í slíkum umstøðum, so má hetta tað størsta, sum eg havi upplivað sum fótbóltsspælari. Tað er sindur ringt at fata beint nú, hvat man hevur gjørt.

Soleiðis segði ein errin Árni Frederiksberg úr Budapest, tá Portalurin fær fatur á honum beint eftir Champion League-dystin mikukvøldið. 31-ára gamli vongurin hevur roynt eitt sindur av hvørjum í fótbólti, og hann var týðiliga errin og fegin.

Tað hevði Árni eisini alla orsøk til at vera. Hann og liðfelagarnir nýttu løtuna í ungarska høvuðsstaðnum, har teir fyrr flongdu Ferencvárosi. Størsta felagið í landinum varð varpað út av Champions League, tí føroyameistararnir vunnu heili 3-0.

Øll málini komu í fyrra hálvleiki. Sjálvt um talan var um eitt ógvuliga sterkt liðavrik, so var tað Árni Frederiksberg, sum um nakar var avgerandi maðurin. Nummar 7 hjá KÍ skoraði til 1-0 við tryggum brotssparki, økti til 2-0 tá hann var til reiðar í málteignum og legði upp til 3-0 málið hjá Luc Kassi við góðari langari sending í dýpdina. Árni setur soleiðis orð á, hvat eydnast í fyrra hálvleiki.

- Vit vita, at tann defensivi parturin er lykilin í slíkum dystum, og vit vistu at teir fyrstu tjúgu minuttirnar vóru ógvuliga umráðandi. Tað at vit so fáa eitt mál so tíðliga, ger alt lættari. Tað er ein innkastsstøða, ið vit hava vant, sum leiðir til brotssparkið. Vit gagnnýta tí støðuna, og tvær aðrar vit fáa, og so blívur tað bara stuttligari. Allir spæla eisini bara væl, staðfestir royndi maðurin.

[object Object]Tvímálskjúttin stórrósar liðfeløgunum og avrikinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað var ein stuttlig, men eisini heit uppliving hjá Árna og liðfeløgunum í umleið 30 hitastigunum – serliga í fyrra hálvleiki.

- Tá vit koma inn í skiftingarrúmið snúði tað seg fyrst um at fáa ís á nakkan, vátt handklæði á pannuna og líka køla niður. Tað var sum í einum potti fyri steðgin - vemmiliga heitt og nakað sum eg ikki heilt havi upplivað annars. Annars snúði tað seg um at líka tosa um nakrar smálutir og hugsavna okkum um uppgávuna til annan hálvleik.

Árni Frederiksberg spældi teir fyrstu tíggju minuttirnar í seinna hálvleiki – lørini vóru ov spent. Síðani kom Mads Boe Mikkelsen inn á høgra vong fyri hann, og tvífaldi málskjúttin kundi fylgja við frá bonkinum, meðan liðfelagirnir stríddust væl víðari.

- Vit hava fult tamarhald á. Teir hava so at siga ikki at nakran ordiligan málmøguleika. Tað eru nakrar støður í sambandi við hornasprk, ið næstan gerast vandamiklar, og so langskot sum vit hava tað fínt við. Haldi, at teir hava seks skot á okkara mál í 180 minuttir, og tað haldi eg næstan, er tað flottasta við hesum. Serliga tá man hugsar um, hvat hetta er fyri eitt mótstøðulið.

Ferencváros hevur verið í evropeiskum bólkaspælum – Europa League og Champions League – seinastu árini, og teirra mongu áskoðarar vóru als ikki nøgdir. Hetta gjørdist ein heilt serlig uppliving fyri Árna og hinar hjá KÍ, sum vórðu heiðraðir í Budapest.

- Móti endanum byrjaðu allir áskoðararnir at jubla fyri hvørja avlevering, vit høvdu. Síðani buh'aðu tey, tá Ferencváros hevði bóltin, og soleiðis var eisini, tá teirra spælarar fóru av vøllinum. Hinvegin vórðu vit heiðraðir og tóku ein heiðursrundu, og tá vit gingu út, heilsaðu fleiri uppá. Tað tyktist heilt løgið, men er eisini stuttligt. Vit njóta hetta líka nú – tað er umráðandi. Síðani byrja vit at hyggja uppá Häcken. Eg veit, at teir eru svenskir meistarar, annars kenni eg lítið til teir, segði Árni Frederiksberg.

KÍ og BK Häcken spæla við Djúpumýrar mikukvøldið 26. juni. Ferencvárosi skal nú spæla í Conference League.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2023

48 Leygardagur 22. juli 2023

Aftaná KÍ-sigur: Venjarin hjá Ferencvaros fekk sekkin

Klaksvíkingar vunnu 3-0 á ungarsku meistarunum og varpaðu Ferencvaros úr Champions League. Nú er eisini greitt, at venjarin er sendur til hús

Sztanyiszlav Csercseszov fekk sekkin eftir 3-0 tapið móti KÍ mikukvøldið (Mynd úr Djúpumýru fyri viku síðan: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Høvuðsvenjarin hjá ungarsku meistarunum, sum mikukvøldið taptu 3-0 fyri KÍ, og harvið eru úti av Champions League, er koyrdur til hús.

Talan er um russiska Sztanyiszlav Csercseszov, sum hevur verið venjari hjá Ferencvaros síðan 2021. Dysturin og eyðmýkingin, sum klaksvíkingar stóðu fyri í Budapest, bleiv hin síðsti hjá Sztanyiszlav Csercseszov.

- Aftan á dystin høvdu formaðurin í felagnum Gábor Kubatov og Sztanyiszlav Csercseszov eitt prát, og avgerð var tikin um, at høvuðsvenjarin hevði staðið á odda fyri Ferencvaros fyri seinastu ferð, skrivar ungarska felagið á heimasíðuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2023

49 Leygardagur 22. juli 2023

Hallur Hansson spældi fyri fyrstu ferð fyri KÍ

31-ára gamli miðvallarin fekk nakrar minniligar fyrstu minuttir í bláum. Hetta var fyrstu ferð í níggju mánaðir, at Hallur spældi ein dyst, og talan gjørdist um ein hálvleik

Fyri fyrstu ferð síðani 2014 umboðaði Hallur Hansson eitt føroyskt felag, tá hann kom inn fyri KÍ til seinna hálvleik í Budapest (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

17. september í fjør slitnaði eitt krossband í knænum hjá Halli Hansson í dysti fyri KR í bestu íslendsku deildini. Síðani hevur hann fyri tað mesta vant upp, men eisini skift felag. Royndi landsliðsmiðvallarin hevur síðani 1. apríl verið knýttur at KÍ, og eftir væleydnaða uppvenjing gjørdist Hallur tøkur til Champions League. 

Hallur Hansson avloysti Deni Pavlovic beint eftir steðgin mikukvøldið. Deni stríddist við okkurt í lærkrikanum, og so kom 31-ára gamli miðvallarin inn at stríðast og tuska í eyðkendum stíli.

Hallur gjørdi tað allarmesta rætt uttan bólt, men hóast hann er royndur, so er maðurin eisini nakað rustaður, og tað sást í nøkrum støðum við bóltinum.

Talan var tó um meira enn góðkenda byrjan og virðismiklar 45 minuttir fyri Hall Hansson og KÍ. Tað eydnaðist at halda nullið og vinna 3-0 á Ferncvárosi. Tað kann væntast, at Hallur fær størri leiklut í teimum mongu evropeisku dystunum, sum eru fyri framman hjá KÍ næstu tíðina, orsakað av bragdinum í Budapest. 

Hallur fær helst sín fyrsta heimadyst mikukvøldið 26. juli, tá heimadysturin er á skránni. 

Hóast eina rímiliga langa yrkisleið hevur Hallur Hansson ikki spælt nógvar evropeiskar dystir. Í 2014 gjørdi hann veruliga mun fyri Víking, sum kom víðari tvær ferðir í Evropa League tað summarið. Millum annað skoraði miðvallarin til 2-1 í minniligum sigri í Tromsø.

Síðst Hallur hevur umboðað føroyskt felag var júst Víking í 2014. Annars hevur hann spælt fleiri ár við HB, og í uppvøkstrinum eitt sindur við AB og allarfyrst við VB. Maðurin við 72 A-landsdystum er sáttmálabundin við KÍ til og við 2025.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

50 Leygardagur 22. juli 2023

Triðju ferð at eitt føroyskt lið vinnur við trimum á útivølli

Tað kemur ikki ofta fyri, at føroysk lið spæla seg víðari í Champions League, og so slett ikki við so greiðum útisigrum sum tí hjá KÍ mikukvøldið. Víkingur og B36 hava tó megnað tað

KÍ gjørdist fimta føroyska felagið, sum spældi seg víðari til 2. umfar í størstu kappingini fyri lið. At vera omaná móti einum so sterkum liði á pappírinum er óvanligt (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri fyrstu ferð nakrantíð spældi KÍ seg víðari í Champions League. Í 2020 kom liðið úr Klaksvík víðari úr 1. umfari, men tað var við sigri á skrivaraborðinum, orsakað av koronutilburðum hjá Slovan Bratislava.

Í fjør var nær við, tá teir í bláum vunnu 3-1 á Bodø/Glimt í seinna dystinum við Djúpumýrar, og hesa vikuna glapp tað so við frálikum avriki í Budapest. 

Harvið gjørdist KÍ fimta føroyska felagið, sum hevur spælt seg víðari til 2. umfar í Champions League. Hini eru B36 (2006), EB/Streymur (2013), HB (2014) og Víkingur (2017).

Skipanin í Champions League undankappingini er broytt eitt sindur gjøgnum árini. Hjá EB/Streymi og HB var talan um eitt slag av undanumfari, tí tá vóru bert ávíkavist fýra og seks lið við í 1. umfari - tey frá tá lægst styrkismettu londunum. Bæði EB/Streymur og HB spældu fyrst javnt í útidystinum, men vunnu síðani greitt á heimavølli í seinna dystinum móti liði frá ávíkavist Andorra og Gibraltar.

B36 breyt føroyska múrin í UEFA Cup í 2005 við samanlagda sigrinum á íslendska ÍBV, og árið eftir kom liðið hjá Sigfríði Clementsen og Magna Mohr eisini víðari í Champions League. B36 vann heili 3-0 á útivølli móti maltesiska Birkirkara, ið tá var metstórur føroyskur sigur í evropeiskari kapping. Hetta var í fyrra dystinum.

Í 2006 vóru 22 lið í fyrsta umfari. Í 2. umfari vann Fenerbahce samanlagt 9-0 á B36. 

[object Object]
Sølvi Vatnhamar skoraði í 2017 tvey mál í 4-1 sigrinum hjá Víkingi í Kosovo (Mynd: Bjarni Enghamar)

Víkingur var ógvuliga nær við at skriva føroyska fótbóltssøgu í 2017 við at spæla seg víðari tvær ferðir í Champions League. Í 1. umfari vóru 10 lið, og Kosovo var tá spildurnýtt limaland hjá UEFA. Víkingur vann báðar dystirnar á Trepca 89. Í útidystinum kom heimaliðið í undirtal í fyrra hálvleiki, og føroyameistararnir gjørdu sær dælt av hesum. Teir úr Eysturkommunu skoraðu fýra mál í Pristina, og komu trygt víðari.

Bert HB og EB/Streymur hava skorað fleiri í Champions League - tað var í omanfyrinevndu heimadystum. Víkingur var í 2. umfari tólv minuttir frá at koma víðari móti íslendska FH, men lat síðani tvey mál inn á Tórsvølli.

Flott einstøk úrslit hava eisini verið hjá føroysku liðunum í tí fínastu kappingini. Nú hevur KÍ lagt afturat søguni á jaligan hátt, og javnað nakrar mílasteinar. Uttan at taka nakað frá hinum, er sannførandi sigurin á ungarska meistaraliðnum tó tann flottasti hjá føroyskum liðum í kappingini á pappírinum. Tó er tað so, at alt er til sína tíð, og ymiskar fyritreytir hava verið.

Nú er spurningurin so, hvussu langt KÍ kann taka tað, og um liðið hjá Magna Hoseth møguliga skrivar nýggja føroyska fótbóltssøgu.

Nakrir føroyskir stórsigrar eru komnir fyri í "smærru kappingunum" hjá UEFA. Her eru teir størstu í Champions League, á útivølli serliga, umrøddir

Champions League 1. umfar 2023, seinni dysturin 
19. juli 2023, Budapest 
Ferencvárosi - KÍ (0-3)
8' Árni Frederiksberg, br. (Odmar Færø) 0-1
32' Árni Frederiksberg (Deni Pavlovic) 0-2
45 (+1)' Luc Kassi (Árni Frederiksberg) 0-3

Champions League 1. umfar 2017, seinni dysturin 
Trepca 89 (KOS) - Víkingur 1-4 (0-2): 
Sølvi Vatnhamar x2, Sorin Anghel, sjálvmál

Trepca reytt kort (33')

Champions League 1. umfar 2006, fyrri dysturin 
Birkirkara (MAL) - B36 0-3 (0-2)
Sylla Ahmed Davy x2, Hanus Thorleifsson 

EB/Streymur og HB víðari í ávíkavist 2013 og 2014. Samanlagt 7-3 og 6-3.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

51 Leygardagur 22. juli 2023

B36 víðari fyri tíggjundu ferð

Liðið hjá Dan Brimsvík stríddist væl og helt málið reint í yvir 200 minuttir móti Paide - málini í longdu leiktíð komu eftir hornaspørk

Stórur fagnaður á teimum í B36-leguni. Í kvøld varð spælt í serligum gulum og svørtum triðja-búna (Mynd: Ingi Arge/B36)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B36 hevur aftur gjørt tað. Talan var um harðvunnan samanlagdan sigur, og hóast Paide spældi betri enn í Gundadali, so helt B36 estiska liðnum frá stórum møguleikum so at siga allar 120 minuttirnar.

Neyðugt var við longdari leiktíð, tí tað aftur var málleyst eftir 90 minuttir hesaferð.

Bjarki Nielsen hevði annars risa tvífaldan møguleika beinanvegin, eftir at Hannes Agnarsson hevði vunnið bóltin í høgru og lagt væl innfyri, men málverjin vardi fyri í báðum førum. Nakrar minuttir seinni vann B36 aftur bóltin høgt, og Bjarki royndi seg í fríari støðu stutt inni í brotsteignum, men málverjin hevði aftur lisið argjamannin av.

[object Object]
Bjarki Nielsen stríddist væl í 120 minuttir - hann hevði stórar møguleikar fyrstu løtuna (Mynd: Ingi Arge/B36)

[object Object]
Hannes Agnarsson í gjøgnumbroti í fyrra hálvleiki (Mynd: Ingi Arge/B36)

Liðið hjá Dan Brimsvík hevði ilt við at spæla seg til møguleikar, og tað merktist væl, hvønn týdning dysturin hevði - hann var "taktiskur", og eingin tyktiskt at hava hug at satsa, hóast Paide royndi meira við bóltinum enn í Gundadali.

B36 fekk hol á næstan beinanvegin hol á í longdu leiktíðini. Innskifti Símun Sólheim sendi hornaspark væl innfyri, og hóast ein veruspælari nærum hekk á honum, fekk B36-liðformaðurin Eli Falkvard Nielsen skrætt seg leysan og stútað bóltin í málið. Stór frøi á teimum, sum í kvøld vóru gulir og svartir, og tríggjar minuttir seinni var meira larmur: Aftur horna úr vinstru, ið Símun legði tætt at málinum, og har var Michal Przybylski til reiðar. 2-0

Hetta var sjeynda evropeiska málið hjá Michal sum hevur dygdir til at renna rætt inni í brotstignum. Hjá liðformanninum var tað fyrsta evropeiska málið - tey sendu B36 víðari saman við knallhørðum arbeiði. 

Í fjør kom B36 tvær ferðir víðari í Conference League, og nú hevur felagið samanlagt vunnið seg tíggju ferðir víðari í evropeiskari kapping.

Næsta uppgávan verður móti Haverfordwest úr Wales ella Shkendija.

[object Object]
(Mynd: Ingi Arge/B36)

UEFA Conference League, 1. umfar - seinni dysturin 
Hósdagin 20. juli, Tallinn
Paide Linnameeskond - B36 0-2 eftir longda leiktíð - 0-0 eftir vanliga
92' Eli Falkvard Nielsen (Símun Sólheim) 0-1
95' Michal Przybylski (Símun Sòlheim) 0-2

B36 (4-3-3): Mattias Lamhauge - Jann Benjaminsen (67' Símun Sólheim), Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad (110' Andrias Eriksen), Magnus Egilsson - Taufee Skandari (86' Lukas Giessing), Eli Falkvard Nielsen, Andras Johansen (106' Emil Joensen) - Hannes Agnarsson (100' Benjamin Heinesen), Valerijs Sabala (67' Valerijs Sabala), Bjarki Nielsen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

52 Leygardagur 22. juli 2023

B36 skal spæla móti walisiskum liði í øðrum umfari

Haverfordwest County AFC kom víðari eftir brotssparkskapping í sínari bert aðru evropeisku uppgerð. Liðið vitjar Gundadal hósdagin 27. juni

Andrass Johansen og liðfelagarnir stríddu seg framvið Paide í 1. umfari. Nú bíðar áhugaverd uppgáva í 2. umfari í Conference League (Mynd: Ingi Arge)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er stórur munur á evropeisku royndunum hjá liðunum, sum hittast á Ovara Vølli í Gundadali dagin fyri ólavsøku. B36 spældi seg hóskvøldið víðari í evropeiskari kapping fyri tíggjundi ferð, meðan tað var fyrstu ferð hjá Haverfordwest County AFC, sum bert eina ferð áður hevur spælt í evropeiskari kapping.

Eins og í Estlandi var tað dramatiskt í Wales - tó uppaftur meira. Norðurmakedonska Shkendija vann fyrra dystin 1-0, og tað var ikki fyrrenn í 89. minutti hóskvøldið, at Haverfordwest javnaði samanlagt. Lee Jenkins stóð fyri málinum, og tað endaði við brotssparkskapping í Cardiff.

Har vann heimaliðið 3-2, og tað var eisini við teimum brotssparkskappingum og stinnum málverja har, at Haverfordwest fekk evropeiska plássið. Liðið endaði nummar sjey av teimum tólv liðunum í Wales síðsta kappingar, men tað gevur play-off pláss móti hægri liðum í deildini. Haverfordwest vann báðar eftir brotssparkskapping. Tann seinna móti Newton, felagnum ið sló HB út í Conference League í fjør - eftir brotssparkskapping.

Harvið skal B36 spæla móti einum felagi, sum eisini hevur ávísar dygdir, tá tingini veruliga skulu avgerast í slíkum dystum. Liðið hjá Dan Brimsvík hevur tó sum nevnt fleiri royndir í Evropa, og føroysk feløg hava staðið seg betri enn walisisk feløg í Evropa seinastu árini. Sjey pláss vóru á muni áðrenn hetta summarið, og B36 vann í 2020 á greitt besta walisiska felagnum, The New Saints.

Harvið kann B36 helst metast sum ein lítil favorittur móti Haverfordwest. Í øllum til heimadystin, sum verður hósdagin 27. oktober. Hetta er ein góð dagfesting til eitt spenanndi fótbóltskvøld í Gundadali. Klokkuslett er ikki sett á enn. Seinni dysturin verður eina viku seinni í Cardiff. Í fjør kom B36 víðari úr hesum umfarinum 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2023

53 Leygardagur 22. juli 2023

Rakk ikki hjá Víkingi

Hildu at teir hevði javnað og sent dystin í longda leiktíð, men dømt varð fyri rangstøðu. Endaði 2-3 samanlagt - defensivu deyðbóltarnir kostaðu

Víkingarnir stríddust og løgdu trýst seinastu løtuna, men góðska og neyvleiki á nøkrum økjum manglaði eitt sindur yvir tveir dystir (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir málleysan fyrra hálvleik, kom meira lív í dystin við Djúpumýru eftir støðgin, men tíverri fyri Víking var tað útiliðið, ið legði seg á odda. Inter Club D' Escaldes hevði yvirtakið eina løtu, og í samband við hornaspark var bólturin stútaður í málið.

Eins og í Andorra, har bæði málini komu inn við deyðbóltum, var støðan ikki nóg væl avgreidd hjá Víkingi: Bólturin varð stútaður víðari, og eingin dekkaði málskjúttan upp.

Víkingur svaraði tó aftur, tá man slepti hondbremsuni meira. Eins og í fyrra dystinum var tað Sølvi Vatnhamar, ið skoraði trygt við brotssparki. 1-1 og aftur eitt mál, ið restaði í, fyri at fáa longda leiktíð.

Heimaliðið søkti at. Ingi Jonhardsson hevði tvær skotroyndir, og aðrar innlegsstøður vóru. Í 97. minutti datt bólturin út til Arnbjørn Svensson, ið smekkaði bóltin í málhornið. Stórur fagnaður, men brádliga varð alt blást av: Ein Víkingur hevði staðið rangstaddur og órógvað málverjan, var dómurin.

Harvið endaði tað 2-3 samanlagt, og Víkingur megnaði ikki at spæla seg víðari, men kann fáa ymiskan lærdóm við, hóast samlaða avrikið yvir tveir dystir ikki var tað besta.

[object Object]Teir hildu seg hava skorað í yvirtíðini, og harvið tryggja sær longda leiktíð...

[object Object]... men so var ikki


Conference League, 1. umfar og seinni dysturin
Hósdagin 20. juli - Við Djúpumýrar
Víkingur- Inter Club D' Escaldes 1-1 (0-0) -  2-3 samanlagt
65' Sascha Andreu 0-1
76' Sølvi Vatnhamar (br.) 1-1

Víkingur (4-3-2-1): Bárður á Reynatrøð - Signar á Brúnni, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson (87' Ari Olsen) - Aron Jarnskor Ellingsgaard (70' Finnur Justinussen), Geza David Turi - Jákup Johansen (65' Poul Kallsberg), Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson - Martin Klein Joensen

[object Object]Stórt vónbrot hjá Víkingi í Djúpumýri (Myndir: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

54 Leygardagur 22. juli 2023

Deyðbóltur kostaði í Derry

Heimaliðið var serliga omaná fyri steðgin og skoraði einasta málið miðskeiðis í hálvleikinum eftir hornaspark. HB megnaði ikki at svara aftur, og skoraði harvið ikki í teimum 180 minuttunum

Tað eydnaðist Derry at skora einaferð, og tað var nóg mikið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

So nær við og tó. Hetta gjørdist samlaða kenslan hjá HB og Víkingi hóskvøldið. Eins og við Djúpumýru, var tað serliga ein deyðbóltur, ið kostaði føroyska liðnum.

Derry City var greitt omaná í fyrra hálvleiki, og eitt mál lá í luftuni, tá heimaliðið fekk horna í vinstru í 23. minutti. Tað kom væl innfyri, og sterki miðvallarin Sadou Diallo stútaði bóltin í netið tætt undir málinum.

Hetta gjørdist einsamalla málið í dystinum og í allari uppgerðini. HB kom betri við móti endanum av fyrra hálvleiki og bjóðaði meira av eftir steðgin, tá man skuldi jagstra, men Derry var vælskipað og skerpni manglaði hjá teimum svørtkløddu úr føroyska høvuðsstaðnum á ivasama graslíkisvøllinum.

HB hevði nakrar góðar møguleikar yvir tveir dystir og fekk verið heilt væl við á fleiri økjum men tók ikki av móti norðurírska/írska liðnum, sum var stinnari og fer víðari. Evropeiska summarið hjá HB er annað árið á rað av eftir 1. umfar í Conference League. 

Conference League 1. umfar, 2. dystur
Hósdagin 20. juli - Brandywell, Derry
Derry City-HB 1-0 (1-0) 

HB (4-3-3): Bjarti Vitalis Mørk - Hanus Sørensen (89' Mikkel Dahl), Bartal Wardum, Hørður Askham (89' Jákup Thomsen), Viljormur Davidsen (L) - Adrian Rúnasson Justinussen, Emil Berger (71' Heðin Hansen), Dan í Soylu (83' Matthias Præst) - Áki Debes Samuelsen (71' Heri Hjalt Mohr), Mads Borchers, Ári Mohr Jónsson


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

55 Leygardagur 22. juli 2023

Hópurin til NM úttikin

Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur kunngjørt hópin, sum í august skal umboða Føroyar til NM kappingina í Finnlandi

(Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tríggir dystir eru á skránni, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum fyrst í august fer til árligu NM kappingina, sum í ár verður í Finnlandi.

Ferðalagið fer av landinum týsdagin 1. august, og fyrsti dysturin verður spældur fríggjadagin 4. august klokkan 13, tá Danmark er mótstøðuliðið. Annar dysturin verður móti Noregi sunnudagin 6. august klokkan 18, meðan plaseringsdystirnir verða spældir 8. august, skrivar FSF.

Dystirnir móti Noreg og Danmark verða spældir á Kimpisen Stadion í Lappeenranta.

Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-dreingjunum, hevur nú kunngjørt teir 20 spælararnar, ið eru úttiknir til NM 2023. Teir eru:

Jónas Nordendal, 07 Vestur
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Rói Høgnason Wang, AB
Sjúrður Henriksen, AB
Sebastian Gullfoss, B36
Torkil Árni Poulsen, B36
Sjúrður Saltá, B68
Dánjal Mørkøre, HB
Dávid Reynheim, HB
Jógvan á Lakjuni, ÍF
Rani Josephsen, KÍ
Kim á Tjaldrafløtti, KÍ
Beinir Grønagarð, NSÍ
Pauli Rasmussen, Skála
Josva Signarsson, Skála
John Joensen, Skála
Aron Benjaminsen, Skála
Erik Johansen, TB
Jósef Ólavsson, Víkingur
Arnór Brandsson, Víkingur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2023

56 Leygardagur 22. juli 2023

Náðileysur lærdómur í Svøríki

Føroysku U17-genturnar taptu samanlagt 21-0 í trimum dystum í NM-kappingini, har mótstøðuliðni vóru Ongland, Finnland og Danmark

- Samanumtikið megnaðu vit ikki nógv móti teimum, men genturnar hava heilt víst fingið nógvan lærdóm, staðfestir venjarin, Eyðvør Jakobsen (Mynd: Malena Josephsen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Vit mugu bara ásanna, at vit møttu sera sterkari mótstøðu, og samanumtikið megnaðu vit ikki nógv ímóti teimum. Men hetta hevur allíkavæl verið ein stór uppliving. Genturnar hava arbeitt hart og verið ótrúliga raskar, samstundis sum tær heilt sikkurt hava fingið nógvan lærdóm heim við.

Soleiðis sigur Eyðvør Jakobsen, ið stendur á odda fyri U17-landsliðnum við gentum, sum hevur verið til NM kapping í Sundsvall í Svøríki.

Okkara gentur spældu tríggjar dystir, og talan gjørdist tíverri um tríggjar greiðar ósigrar. Mótstøðulondini vóru England, Finnland og Dannmark. Í fyrsta dystinum taptu tær 4-0 fyri Englandi, síðani vóru finsku genturnar náðileysar og vunnu 10-0, meðan triði og seinasti dysturin endaði 7-0 til Danmark.

– Ímóti Englandi spældu vit ein góðan dyst; genturnar kempaðu og stríddust væl, og hildu nærum allar avtalur. Men ímóti Finnlandi og Danmark megnaðu vit ikki at halda mótstøðuliðunum líka væl burtur frá málinum, sigur Eyðvør Jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.

Næst á skránni hjá U17 gentunum er EM-undankappingin, sum verður í Albania mánaðarskiftið november-desember. Tá vera mótstøðulondini Albania, Wales og Kasakstan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2023

57 Leygardagur 22. juli 2023

Bah er nú B71'ari

22-ára gamli áleyparin kemur úr Maryland í USA, og skal helst verða ein marra hjá mótstøðuleikarum at dekka

Karl Vidtfeldt og Sulahmana Mamadu Bah (Mynd: B71)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Fyrra hálva var ikki so frálík, sum vit høvdu vónað, og tað var eyðsæð at nakrar broytingar máttu gerast, fyri at vit í seinnu hálvu kunnu gagnnýta tær dygdir, ið vit vita eru til staðar í hópinum.

Nakrir leikarar eru lagdir afturat, meðan vit vóru noydd at siga farvæl við aðrar.
Ein av teimum nýggju eitur Sulahmana Mamadu Bah ella bara "Bah", sum hann verður nevndur.

Bah er ein kvikur og sterkur áleypari, ið vit vóna verður ein marra hjá mótstøðuleikarum okkara at dekka. Hann er 22 ára gamal og føddur og uppvaksin í Maryland í USA, men komandi tíðina verður hann so búsitandi í Sandoynni og skal royna at hjálpa okkum á rætta kós.

B71 er í løtuni á 7. plássi í 1. deild.

Tíðindaskriv frá B71

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juli 2023

58 Leygardagur 22. juli 2023

Nýggjur álitissessur til FSF-forsetan

Christian Andreasen er valdur til formann í leikara- og transfernevndini hjá Uefa

Christian Andreasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað má sigast at vera ein stór álitisváttan, ið starvsnevndin hjá evropeisku fótbóltssamgonguna, Uefa enn einaferð hevur víst forsetanum í Fótbóltssambandi Føroya, Christiani Andreasen.

Eftir fýra ár sum formaður í lógarnevndini, hevur starvsnevndin hjá Uefa nú avgjørt, at komandi fýra árini skal FSF-forsetin vera formaður í leikara- og transfernevndini hjá fótbóltssamgonguni. Í altjóða høpi verður nevndin kallað Player’s Status, Transfer and Agents Committee.

Evropeiska fótbóltssamgongan hevur tvær undirnevndir, sum serliga taka sær av løgfrøðiligum spurningum og regluverkinum aftan fyri sjálvan fótbóltin. Hesar nevndir eru lógarnevndin og leikara- og transfernevndin.

Christian Andreasen leggur frá sær sum formaður í lógarnevndini, men tekur samstundis við sum formaður í leikara- og transfernevndini.

Leikara- og transfernevndin viðgerð í høvuðsheitum spurningar um rættarstøðuna hjá fótbóltsspælarum, reglur um flyting av spælarum, umframt hvørjar reglur skulu vera galdandi fyri umboðsmenn (fótbóltsagentar).

– Eg eri sera spentur at taka hesa uppgávuna á meg. At blíva valdur tvey valskeið á rað sum formaður fyri tvær ymiskar undirnevndir hjá UEFA, er ein stórur heiður. Men tað fylgir eisini ein stór ábyrgd við, og eingin ivi skal vera um, at mín lutur skal ikki liggja eftir, sigur Christian Andreasen í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá FSF.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

59 Leygardagur 22. juli 2023

Spania alt ov sterkt í finaluni

Føroysku U19-kvinnurnar byrjaðu annars betri, men mistu so tamarhaldið. Spenningurin fór úr dystinum, og Spania vann stórt

Hóast føroyska leiðslu tíðliga, fekk Spania tálmað okkara kvinnum stóran partin av EHF Championship-finaluni. HM-dreymurin er tó helst ikki av hjá Føroyum (Mynd: EHF/turankinis)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Farna leygarkvøld stríddu føroysku U19 kvinnurnar seg í finaluna í EHF Championship kappingina í Litava við at vinna móti Slovenia eftir brotskastkapping. Hósdagin fyri, vann Spania bólkafinaluna við einum máli móti føroysku kvinnunum.

Harvið varð lagt upp til spennandi finalu sunnudagin millum kappingarfavorittin úr Spania og avbjóðarin úr Føroyum, men soleiðis varð ikki. At føroysku kvinnurnar vóru merktar av hørðu hálvfinaluni dagin fyri er helst eingin ivi um, men Spania spældi bara nógv betri samanlagt.

Finalan byrjaði annars við sannførandi føroyskum álopsspspæli, nøkrum fínum verjustøðum og bjargingum frá Silju Arngrímsdóttir Müller, og einaferð høvdu Føroyar møguleika at leggja seg á odda við trimum. Ístaðin bjargaði spanski málverjin, og so minkaði Spania til 5-4. 

Tað gekk skjótt verri hjá Føroyum. Miðskeiðis í hálvleikinum vóru okkara aftanfyri við trimum, og í stegðinum var munurin seks mál. Føroyska verjan hevði trupult at steðga so at siga øllum pørtunum av spanska spælinum, og eins og í dystinum hósdagin varð álopsspælið nógv órógvað av, at Spania fór longur fram at verja. Tað tyktiskt til tíðir óskipað hjá Føroyum, ið høvdu trupult var at koma til upplagdar møguleikar. Tá so tað eydnaðist, var skerpni ikki nóg høgt: Føroyar skoraði uppá bert 53 prosent av sínum skotum í dag, sum er 14 prosent lægri enn í gjár.

Spanska liðið skoraði hinevgin uppá 71 prosent, og stutt eftir steðgin var leiðslan økt so nógv, at eingin vegur var aftur hjá Føroyum. Seinasti stóra partin av dystinum vistu helst øll í høllini, hvat útfallið fór at vera. Samlaði munurin var ellivu málum, og tað er at irða seg um, at finalan ikki gjørdist tættari.

Føroysku U19-kvinnurnar spældu tó eina flotta kapping og komu heim við silvurheiðursmerkjum í viðførinum. Eftir finaluna vórðu Bjørk Franksdóttir Joensen (høgri bakkur úr Neistanum) og Karin Egholm (høgri vongur úr H71) valdar til besta liðið í kappingini (All Star-liðið)

Útfrá upplýsingunum, sum Hondbóltssamband Føroya hevur fingið frá EHF, so er framvegis møguleiki hjá hesum árgangunum at koma til HM-endaspælið fyri U20-lið næsta ár. Play-off dystir verða í november - helst við nummar eitt og tvey frá EHF Championship-kappingunum.

U19 European Championship, 3. umfar
Klaipedia, Litava - sunnudag 16. juli
Føroyar - Spania 23-34 (12-18)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Lukka Arge 5 (3)
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Sára Lagos 2
Bjørk Franksdóttir Joensen 1
Lea Mohr 1
Barbara Hammer 1
Silja Heðinsdóttir 1
Inga Maria Roysdóttir 1
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 1
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 1
Hanna Dalsgarð Jakobsdóttir 1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2023

60 Leygardagur 22. juli 2023

Stórt drama í hálvfinaluni

Føroyar høvdu yvirtakið meginpartin av spennandi dystinum, men eina løtu sá finaluplássið út til at fara til Slovenia. Okkara U19-kvinnur hildu tó høvdið kalt

(Mynd: EHF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar vunnu við trimum málum, tá Slovenia var mótsstøðuliðið til HM-endaspælið í fjør. Lagt varð upp til eina tætta hálvfinalu, og tað gjørdist so sanniliga ein slík í Litava leygarkvøldið. 

Føroyska liðið var annars nógv betri fyrstu løtuna, og hevði eina leiðslu á 4-5 mál eina góða løtu. Álopsspælið var flótandi, og fyriuttan nøkur skot av vinstra vongi vóru tær føroysku ógvuliga tryggar í skotinum. Verjuparturin hekk væl saman fyrstu stóru tíggju minuttirnar, men so kom Slovenia lættari til millum annað langskot mitt fyri og innspøl til strikuna, og Føroyar byrjaðu at missa tamarhaldið á dystinum.

Hetta var eisini tí, at Slovenia var komið eitt sindur longur út at verja, og Maria Pálsdóttir Nólsoy so gott sum varð tikin burturúr. Føroyska liðið skuldi nýta eina løtu at finna loysnir - ein part av hálvleikinum blakaði liðið ov lætt bóltar burtur og tók skeivar og heldur skjótar avgerðir í millum annað yvirtalinum. 

Síðsta løtan av fyrra hálvleiki var góð frá føroyskari síðu, og í umleið tjúgu leikminuttir lá leiðslan millum eitt og trý mál. Føroyar sluppu tó ikki avstað og millum annað tí, at tær fingu tó ikki loyst verjupartin fyrrenn seinastu minuttirnar av 2. hálvleiki - tá okkara dekkaðu 5-1, og óvissi sníkti seg inn hjá Slovenia. Annars kom mótstøðuliðið heldur lætt til málini, og í mun til dystin móti Spania vóru bjargingarnar ikki har. Hetta var ein dystur merktur av nógvum málum - og eisini nógvum útvísingum.

Tað sum eisini gjørdi, at tað eina løtu sá út til at koppa til Slovenia, var at brend skot høvdu sníkt seg inn. Føroyska liðið hevði annars havt høgan skoteffektivitet - millum annað var toppskúttin Karin Egholm fyri tað mesta ísakøld av vinstra vongi, og Maria, Anna Elisabeth og Bjørk í bakketuni tóku stóra ábyrgd í samband við fleiri mál. Tað merktist á ymsan hátt, at nógv stóð uppá spæl. Føroyar brendu tríggjar upplagdar møguleikar seinastu seks minuttirnar, millum annað fyri at so at siga avgera dystin, men nógv onnur góð mál gjøgnum hálvleikin og sterkari verjupartur síðstu minuttirnar vóru nóg mikið til at tryggja Føroyum brotsskastskapping. Farið var beinleiðis til tað og ikki til longda leiktíð.

Slovenia hevði fyrsta skotið, men Silja Arngrímsdóttir Müller fór rættan vegin, og bólturin endaði á stongini. Lukka Arge, Maria Pálsdóttir Nólsoy, Bjørg Franksdóttir Joensen og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe vóru púra tryggar, og harvið kundi Silja avgerða alt við góðari bjarging.

Sum vera man stórur fagnaður og stórar kenslur í føroysku leguni eftir eitt flott avrik. Nú snýr tað seg tó beinanvegin um at hyggja frameftir. 

U19 European Championship, hálvfinaur
Klaipedia, Litava - leygardagin 15. juli

Føroyar - Slovenia 37-36 eftir brotskøst - 33-33 (18-16)

Føroysku málskjúttarnir (Fyriuttan br.kappingina): 
Karin Egholm 8 mál
Bjørk Franksdóttir Joensen 5 mál
Maria Pálsdóttir Nólsoy 5 mál
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4 mál
Silja Olivia Heðinsdóttir 4 mál
Barbara Hammer 2
Lukka Arge 2 mál (1)
Lea Mohr 1
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 1
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2023

61 Leygardagur 22. juli 2023

Bjørk og Karin á All Star-liðnum

Tær spældu á ávíkavist høgra bakki og høgra vongi hjá føroyska U-19 liðnum í Litava í síðstu viku

Bjørk Franksdóttir Joensen og Karin Egholm úr ávikavist Neistanum og H71. Báðar kasta við vinstra armi (Mynd: EHF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska U-19 landsliðið hjá kvinnum var í síðstu viku í Litava og spældi EHF Championship. Hendan kappingin er fyri lið, ið ikki vóru við til EM-endaspælið. Føroyar høvdu møguleika at vinna gull og vinna seg nærri HM-plássið næsta ár, men Spania vann stórt í finaluni.

Les eisini: Spania alt ov sterkt í finaluni

Føroyar fingu silvur við heim, og tvær á liðnum fingu eisini persónligan heiður eftir heiðursmerkjahandanina. Talan var um Karin Egholm og Bjørk Franksdóttir Joensen.

Karin er úr Hoyvík. Hon spældi á høgra vongi og gjørdi serliga vart við seg í dramatisku hálvfinaluni móti Slovenia. Tá gjørdist hon toppskjútti við átta málum og dagsins spælari. Sambært Handballstatz skoraði Karin Egholm samanlagt 23 mál í teimum fimm dystunum í EHF Championship. Karin er eitt ár yngri enn tær flestu á liðnum og fær helst ein størri leiklut á H71-liðnum næsta kappingarár.

Hon er yngra systur Elsu Egholm, sum er A-landsliðsspælari og hevur vunnið nógv steyp við barndómsfelagnum síðstu árini, og eldra systur Jákup Egholm. Hann var føroyskur toppskjútti og valdur til besta vinstra vong í European Open fyrr í mánaðinum - Jákup skal eisini til HM-endaspælið við U19-liðnum í næsta mánaða.

[object Object]
Karin Egholm í FM-hálvfinalu fyri H71 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Bjørk í gjøgnumbroti móti H71 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bjørk Franksdóttir Joensen er 18 ár og hevur longu lyklaleiklut fyri Neistan. Hon spældi so at siga allar minuttirnar í kappingini í Litava. Sambært Handballstatz skoraði Bjørk 21 mál og legði upp til 12 mál og var høgri bakkurin harvið ein lykil til føroyska finaluplássið. Hon hevur millum annað sína styrki í gjøgnumbrotsspælinum.

Seinastu árini hevur tað inn ímillum verið borið fram, at Føroyar hevur heldur fáar lámar spælarar - serliga bakspælarar. Hondbóltssamband Føroya hevur eisini sett inn á hesum økinum. Tí er tað gott at síggja, at tvær sum kasta við vinstru hond vísa seg væl fram í altjóða kapping. 

[object Object]
Spania hevði fýra umboð á liðnum - toppskjútti og tann besta í kappingini var frá vertstjóðini. Karin og Bjørk síggjast ávíkavist sum nummar trý og fýra frá høgru (Mynd: EHF)

All star-liðið:
Málverji: Marián Mera Amoedo (Spania):
Vinstri vongur: Tinkara Kogovšek (Slovenia)
Vinstri bakkur: Gabija Pilikauskaite (Litava)
Spælskipari: Blanca Benítez Narváez (Spania)
Strikuspælari: Lyndie Tchaptchet Defo (Spania)
Høgri bakkur: Bjørk Franksdottir Joensen (Føroyar)
Høgri vongur: Karin Egholm (Føroyar)

Verjuspælari: Carmen Arroyo Pimienta (Spania)
Toppskjútti: Gabija Pilikauskaite (Litava) – 44 goals
MVP (Mest virðismikla): Gabija Pilikauskaite (LTU)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2023

62 Leygardagur 22. juli 2023

U18-menn skulu til EM-endaspæl næsta ár

Hetta kemst av góðu styrkismetingini hjá Føroyum, sum er úrslit av úrslitunum hjá undanfarnu árgangum í endaspølum

Føroyska liðið til European Open fyrr í mánaðinum, har talan gjørdist um eitt 10. pláss. Liðið skal spæla endaspæl í Montenegro næsta summar (Mynd: EHF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuni gjørdist greitt, at ungu føroysku hondbóltsmennirnir, føddir í 2006 og 2007, skulu spæla í EM-endaspælinum í Montenegro í august í 2024.

Hesum boðar Hondbóltssamband Føroya frá. Plássið er tryggjað orsakað av góðu úrslitunum hjá eldru árgangnum

Greitt verður frá, at EHF hevur frá komandi árið víðkað ungdóms-EM frá 16 til 24 lið, og tískil er undankappingarleisturin eisini broyttur fyri U18-kappingina. Ovastu átta styrkismettu londini frá trimum teimum seinastu U18 EM-endaspølunum eru beinleiðis við. Restin vinna seg í kappingina, gjøgnum styrkismetingina hjá EHF ella í undankapping í januar

Átta ovastu styrkismettu londini frá trimum teimum seinasta U18 EM-endaspølunum eru beinleiðis við. Tey eru Spania, Svøríki, Týskland, Kroatia, Danmark, Ísland, Ungarn, Slovenia.

- Hartil koma londini styrkismett 9-13 beinleiðis við í kappingina hesaferð. Hetta talið kann variera frá kapping til kapping. Hesi eru hesaferð Portugal, Noreg, Frakland, Serbia og Føroyar.

Harvið kemur tað nú ógvuliga væl við, at árgangirnir frammaundan hava verið til endaspæl og hava staðið seg væl. Í fjør endaðu teir, sum skjótt skulu til U19-HM, á 9. plássið í EM-endaspælinum.

Montenegro kemur við sum land nummar 14, tí teir hýsa kappingini. Montenegro er annars styrkismett sum nr. 20. Seinastu 10 plássini í endaspælinum verða avgjørd við undankapping í januar, har 20 lond luttaka.

Hesir árgangirnir hjá Føroyum gjørdist nummar 10 í ársins European Open.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

63 Leygardagur 22. juli 2023

H71 og VÍF standa til at byrja á útivølli

Hoyvíkingar fáa kroatiska mótsstøðu í øðrum umfari í European Cup, og vestmenningar skulu spæla móti Handball Esch úr Luksemborg í oktober

Liðini, sum spældu FM-finalur í mai, koma inn í kappingina í øðrum umfari (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lutakastið til fyrsta og annað umfar í EHF European Cup hjá monnum hevur verið í Wien. Fýra føroysk lið eru við, og fyrst gjørdist greitt hvørjum Neistin og Team Klaksvík skulu spæla ímóti, tá føroyska luttøkan í kappingini fer í gongd í september.

Neistin skal spæla móti Holon Yuvalem HC úr Ísrael, meðan Tem Klaksvík fær RK Sloboda úr Bosnia sum mótstøðulið.

Síðani varð millum annað funnið útav, hvørjum tey møta, um tað eydnast at spæla seg víðari, og hvørjum VÍF og H71 skulu spæla ímóti.

Vinnarin av grundspælinum og føroyameistarin koma inn í øðrum umfari í kappingini. Kanska fekk H71 eitt truplari lutakast á pappírinum, tí hoyvíkingar fáa kroatiskari mótsstøðu, MRK Trogir. VÍF skal spæla móti Handball Esch, sum hevur vunnið nógv meistaraheitið í Luksemborg.

H71 og VÍF standa til at hava útivøll fyrst. Í fyrstu umførunum í kappingini er tað tó vanligt, at liðini gera av at spæla báðar dystirnar í einum landi uppá tveir ella tríggjar dagar. Hetta av fíggjarligum og praktiskum orsøkum. Harvið er tað ikki vist, at dagfestingarnar og leikstøðini halda.

Sum nú er, standa dystirnir til at vera 14./15. oktober og 21./22.oktober. Um føroysku liðini í 1. umfari vinna seg víðari, so bíðar tá mótsstøða móti ávíkavist liðið úr Ísrael og Finnlandi.

Um Team Klaksvík kemur víðari skulu teir spæla móti Maccabi Rishon Lezion úr Ísrael, og kemur Neistin víðari, bíðar BK-46 úr Finnlandi.

[object Object]
H71 hevur spælt í kappingini síðani 2019 - VÍF hevur ikki roynt seg í evropeiskari kapping síðani síðst í nítiárunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2023

64 Leygardagur 22. juli 2023

Neistin til Litava og H71 til Italia

Hoyvíkskvinnur vóru styrkismettar til umfarið, ið verður spælt síðst í september. Tað er ein møguleiki fyri, at dagfesting og staðseting verða broytt nakað

Ilt er at siga enn, júst hvar slag av mótsstøðu talan verður um hjá Neistanum og H71 um beint yvir tveir mánaðar (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lutakastið til 1. umfar í EHF European Cup hjá kvinnum var týsdagin í Wien. Har gjørdist greitt, hvørjum Neistin og H71 skulu spæla ímóti, tá føroyska luttøkan í kappingini fer í gongd síðst í september.

EHF European Cup, 1. umfar (2. umfar)
23/24. september og 30./31. september

Cascada HC Garliava (LIT) - Neistin
HSSD Handball Erice (ITA) - H71

Hoyvíkskvinnur, ið seinastu árini hava fingið góð úrlit í kappingini, vóru styrkismettar. Tær skulu í ár spæla móti liðið úr Italia. Stjørnan hevur í summar skaffað sær tveir spælarar frá júst Erice.

Neistin var ikki styrkismett, og skal sambært lutakastinum ein túr til Litava at spæla móti Garliava. Ilt er at siga, hvør styrkin á hesum liðnum er. Fleiri á Neistaliðnum hava júst verið til U19 EHF Champiinship í Litava.

Bæði føroysku liðini standa at spæla á útivølli fyrst. Í fyrstu umførunum í kappingini er tað tó vanligt, at liðini gera av at spæla báðar dystirnar í einum landi uppá tveir ella tríggjar dagar. Hetta av fíggjarligum og praktiskum orsøkum. Harvið er tað ikki vist, at dagfestingarnar og leikstøðini halda.

Hóast hetta er fyrsta umfarið, eitur umfarið 2. umfar. 64 lið eru samanlagt við - ÍBV og Ingibjørg Olsen skulu spæla móti liðið úr Portugal.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2023

65 Leygardagur 22. juli 2023

Spæla venjingardystir á Eiði og í Vestmanna um vikuskiftið

Føroyska U19-landsliðið við monnum fær Ísland á vitjan sum liður í fyrireikingunum til HM-endaspælið í august

Rói Seyer Hjaltason og hinir spæla á Eiði í dag og í Vestmanna sunnudagin (Mynd: Jens. Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrst í august fer HM endaspælið fyri U19-landsliði við monnum í gongd í Kroatia, og Føroyar eru við. Føroyska liðið er í bólki saman við Burundi, Iran og Svøríki.

Sum liður í fyrireikingunum er íslendska U19-manslandsliðið komið á vitjan til tveir venjingardystir. Dystirnir vera á Eiði í dag kl. 16 og í Vestmanna í morgin, eisini klokkan 16, og kunnu stroymast á live.hsf.fo

Niðanfyri sæst hópurin - tað eru teir somu 16, sum skulu til Kroatia

Málverjar:
Leivur Joensen, VÍF
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstri vengur:
Jákup Egholm, H71
Rói Seyer Hjaltason, H71
Sofus í Selvindi, StÍF

Høgri vengur:
Niklas Gaard, BSH
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikur:
Tóki Fríðriksson, KÍF
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF

Bakspælarar:
Óli Mittún, IK Sävehof
Rókur Ziskason, H71
Høgni Højsted, H71
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Búi Djurhuus Poulsen, GGIF Grindsted
Tróndur Johnsson, VÍF

[object Object]
Føroyingarnir skulu millum annað stríðast móti Svøríki í HM-endaspælinum - fyrst er tó Ísland á skránni (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2023

66 Leygardagur 22. juli 2023

Brian Slyne til Klaksvíkar

Ungi bakspælarin hevur gjørt avtalu við Team Klaksvík fyri 2023/2024. Fyrrverandi U21-landsliðsspælarin gjørdist toppskjútti í grundspælinum síðsta kappingarár

20-ára gamli Brian í skotroynd móti Team Klaksvík. Skjótt skal hann royna at skora mál fyri Team Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuni var ein styrkur kunngjørdur til Team Klaksvík. Norðlýsið boðaði frá hesum. Talan er um Brian Slyne, sum seinasta kappingarár spældi við KÍF, og gjørdist toppskorari í grundspælinum.

- Brian er ein kvikur og eksplosivur spælari, ið kemur at passa væl inn í bakketuna hjá Team Klaksvík. Vit í Team Klaksvík eru glað fyri at hava fingið unga og evnaríka spælaran norð til Klaksvíkar, sigur Óli á Gravarbø, formaður í Team Klaksvík, við Norðlýsið

20-ára gamli havnarmaðurin er upppvaksin í Kyndli. Í vetur skifti Brian Slyne til KÍF.

Brian Slyne fer nú at royna nakað nýtt. Bakspælarin var við U21-landsliðnum til HM-endaspælið í Týsklandi fyrr í summar. 

Team Klaksvík endaði við bronsuheiðursmerkjum síðsta ár. Felagið skal eisini royna seg í Evropa næsta kappingarár.

[object Object]
Brian fer at hava nummar 99 í Team Klaksvík. Her saman við Finni Hansson, høvuðsvenjara (Mynd: Norðlýsið)




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juli 2023

67 Leygardagur 22. juli 2023

Peter Grove nýgjur mans-og dreingjavenjari í StÍF

33 ára gamli danin hevur fjølbroyttar venjararoyndir úr heimlandinum, og var í fjør hálparvenjari hjá Neistanum. Peter verður nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF

Umframt at vera venjari hjá besta mansliðnum, skal Peter Greve vera høvuðsvenjari hjá øllum dreingjaaldursbólkunum. Ein týðandi partur av hansara arbeiði er at menna og kveikja verandi og nýggjar hjálparvenjarar (Mynd: stif.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

StÍF boðar frá, at felagið hevur gjørt avtalu við Peter Conrad Grove um samstarv í kappingarárinum.

Um nýggja venjaran skrivar felagið soleiðis:

- Peter er 33 ára gamal og kemur frá Odder, har hann fyrr hevur spælt hondbólt og verið venjari. Peter byrjaði sum venjari sum 15 ára gamal. Hann hevur fjølbroyttar venjararoyndir í Danmark. Hann hevur vant ungdómselitulið og vaksin, menn og kvinnur.

Í fjør kom Peter Grove til Føroya. Hann var hjálparvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum, umframt at stóð á odda fyri U18 og U16 gentum.  

Nú verður hann nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF. Felagið skrivar, at  Peter eisini verður eisini høvuðsvenjari hjá øllum dreingjaaldursbólkunum. Ein týðandi partur av hansara arbeiði er at menna og kveikja verandi og nýggjar hjálparvenjarar.

Nýggi venjarin hevur DHF divisiónsvenjaraprógv. Hann er útbúgvin lærari í donskum og religión.

-  Eg gleði meg at koma til StÍF og at koma í gongd, og eg vóni at eg kann vera við til at menna hondbóltin í StÍF, sigur Peter Grove í stuttar viðmerking við stif.fo.

Rúni Rasmussen, formaður í StÍF, sigur soleiðis um komandi samstarvið við nýggja høvusðvenjara

- Vit eru spent at samstarva við Peter um at menna okkara felag enn meira. Vit vænta, at mansliðið og dreingjaliðini verða ment enn meira og at Peter verður við til at skapa trivnað og eitt kveikjandi umhvørvi, sum gevur úrslit.

Berkan Otman var høvuðsvenjari hjá mansliðnum og dreingjaliðunum seinasta kappingarár, og ætlanin var, at hann skuldi halda fram. Hann noyddist tó at enda samstarvið grundað á persónlig viðurskifti. StÍF takkar Berkan fyri hansara dygga arbeiði fyri felagið. Besta mansliðið endaði í fjør við tapi í hálvfinalunum í steypakappingini og í fjórðingsfinaluni í FM.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2023

68 Leygardagur 22. juli 2023

Numidia úr Niðurlondum verður mótstøðuliðið hjá Mjølni

Flogbóltsfelagið í Klaksvík skrivar søgu síðst í oktober. Fyrri dysturin verður í Klaksvíkar Badmintonhølli, sum í síðstu viku varð góðkend til altjóða flogbólt

Greipuvinnararnir skulu í oktober royna seg í evropeiskum flogbólti á fyrsta sinni (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tá Mjølnir kom úr pottinum søgdu vertirnir í sjónvarpaða lutakastinum, at hetta var “history in the making for both club and country”, tí hetta er fyrsta altjóða luttøkan nakrantíð fyri eitt føroyskt flogbóltsfelag.

Mikudagin var lutakast til fyrsta umfar í Challenge Cup hjá altjóða flogbóltssamgonguni CEV. Mjølnir úr Klaksvík valdi at melda nógv vinnandi mansliðið til eftir enn eitt meistaraheitið - og eina greipu - og nú er greitt, hvørjum Mjølnir skal spæla móti.

Mjølnir var ikki styrkismett og kundi tí møtt 16 styrkismettum liðum úr stórum parti av Evropa. Millum hesi vóru Forde VBK úr Norra og Akaa Volley úr Finnlandi.
Út frá einum fíggjarligum sjónarhorni var kanska heppið, at mótstøðuliðið úr Niðurlondum kom úr pottinum, staðfestir Flogbóltssamband Føroya.

Liðið eitur Numidia VC Limax Linne og endaði á einum 4. plássi seinasta kappingarár í hollendsku Eresdeildini.

[object Object]

Dystirnir verða spældir síðst í oktober/fyrst í november - ein heima og ein úti. Tann fyrri dysturin er ásettur at vera í Føroyum ein av døgunum 24. til 26. oktober. Útidysturin verður millum 31. oktober og 2. november.

Mjølnir hevur heimavøll fyrst og skal nú saman við niðurlendska liðnum leggja dystardagarnar heilt fastar, skrivar Flogbóltssambandið, ið samstundis staðfestir, at tað verður á sínum vanliga heimavølli, at Mjølnir fer at spæla.

- Í síðstu viku varð Badmintonhøllin góðkend til hesar dystirnar, so í oktober verður altjóða flogbóltur í Klaksvík.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2023

69 Leygardagur 22. juli 2023

Kvívíkingar tóku væl móti Jónasi

Skipað var fyri móttøku í heimbygdini, tá rennarin Jónas Gunnleivsson Isaksen kom heim av oyggjaleikum leygarnáttina

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Óiva størsti føroyski sigursharrin á oyggjaleikunum á Guernsey var 17 ára gamli rennarin Jónas Gunnleifsson Isaksen.

Ikki bara tí at hann vann tvey gullheiðursmerki (400 og 200 metra renning) og eitt silvur (4x400 metrar), men av tí at hann gjørdi tað sannførandi, av fólk rundan um rennivøllin Footes Lane eru sannførd um at hesin drongurin kemur at gera seg galdandi í alheims rennikappingum innan alt ov langa tí, so sannførandi vann hann.

Sí eisini:

Sigurin er til mammu

Jónas eigur nú oyggjaleikametið

Video: Eg vildi tað meira enn hann

Jónas møguleika fyri gull aftur í annaðkvøld

Jónas vann suverent - men veit ikki hvussu skjott hann rann

Video: Kom eftir gulli á 200 og 400 metrum - og tað eydnaðist

Fimm heiðursmerki í frælsum ítróttum á seinasta degi

Kvívíkingar tóku fjølmentir ímóti á flogvøllinum, tá flogfarið hjá Atlantsflog kom í Vágar, beinleiðis av Guernsey um 11-tíðina fríggjakvøldið.

Í Kvívík skipaði kommunan fyri móttøku fyri bygdafólkunum, og borgarstjórin, Hans Jóhan Sørensen, segði nøkur orð.

Jens Kr. Vang tók myndirnar

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2023

70 Leygardagur 22. juli 2023

Golf: Gekk fimtbestu rundu á síðsta degnum

Emil Jakobsen náddi ikki tað, hann hevði ætlað á oyggjaleikunum. Men á síðsta degnum gekk betri

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað vóru ávísar vónir til, at ungi og evnaríki golfleikarin, Emil Jakobsen, fór at lyfta støðið hjá føroyskari golfítrótt, tá tað snýr seg um úrslit á oyggjaleikum.

Men úrslitini hjá føroysku golfspælarunum á Guernsey livdu ikki upp til væntanirnar frammanundan.

Serliga Emil var ónøgdur við sítt spæl teir fyrstu tríggjar dagarnar.

Spælið á vøllinum L’Ancresse Golf Course, har tvey golffeløg hava heimstað, Royal Guernsey Golf Club og L’Ancresse Golf Club, var avbjóðandi.

Og tað var ikki fyrr enn á síðsta degnum, at Emil Jakobsen gjørdist fortróligur við undirlagið, ið er nógv harðari enn tað, sum hann er vanur við á teimum vøllum hann hevur spælt mest á undir sínum uppvøkstri í Svøríki.

Emil gekk seinastu runduna fríggjadagin í 76 sløgum, og tað vóru bert fýra leikarar, ið høvdu betri úrslit enn tað á seinasta leikdegnum.

Men alt í alt gjørdist tað einans til eitt pláss sum nummar 46 hjá Emil Jakobsen. Líggjas Jógvansson gjørdist nummar 61 og Hans Pauli Henriksen nummar 71. Seinasti mannligi spælarin, Rógvi Mikkelsen, mátti gevast á øðrum degi, tá hann fekk ein skaða í skøvningin.

Hjá kvinnunum gjørdist Finngerð Sólbjørg Clark nummar 29. 

[object Object]Finngerð Sólbjørg Clark

[object Object]
Líggjas Jógvansson

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2023

71 Leygardagur 22. juli 2023

Júst komin aftur av Guernsey: Vann trygt

Sigurin var tryggur hjá Jákup Peturi Eliassen, og hann vann við góðum trimum minuttum á nummar tvey, sum var Pauli Poulsen

(Mynd: TSF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnudagin bleiv aftur kappast í súkkling, í vegsúkkling. Og hesa ferð bleiv kappast í tíðarkoyring. 

Hetta var triðja umfar av GIANT TT kappingini 2023. Tað eru fimm umfør í hesari kapping, og tað verður bara kappast í tíðarkoyring. 

Oyggjarleikir er av á hesum sinni, og helst vóru føroyskir súkklarar troyttir eftir tríggjar kappingar í somu viku. Men ikki Jákup Petur, sum aftur var til dystin fúsur. 

Hann kom, sá og sigraði. Sigurin var tryggur hjá Jákup Peturi, og hann vann við góðum trimum minuttum á nummar tvey, sum gjørdist Pauli Poulsen. 

Vegna ein renniskaða hevur Pauli nú "kastað" ein stóran part av sínari orku til súkklingina. Tað ber ikki so væl til at renna, men súkkla kann hann, og tað eru vit innan føroyska súkkling sera glað fyri. Jákup Petur vann sum áður nevnt ein tryggan sigur, men annað plássið hjá Paula var eisini trygt, og tað gekk hálvurannar minuttur til triði maður kom um mállinjuna, sum var Gunnar Dahl-Olsen. 

Meðan Pauli brúkti 49 minuttir og 56 sekund um teir 30 kilometrarnar, so brúkti Gunnar 51 minuttir og 35 sekund um teinin. 

Hóast eitt sindur av vindi, so var meðalferðin hjá vinnarinum góð, beint yvir 38 km/t. 

Vegna nógva vindin broyttu fyriskipararnir teinin soleiðis, at ístaðinfyri at koyra Tórshavn, Kaldbak, Tórshavn, so bleiv koyrt millum rundkoyringarnar við Føroya Tele, við R. C. Effersøesgøtu og við Skansan. Teinurin er góðar 10 kilometrar, og teinurin bleiv tí koyrdur tríggjar ferð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2023

72 Leygardagur 22. juli 2023

Badmintonfeløg saman um nýggjan venjara

21 ára gamli Jonas Mikkelsen hevur hollar royndir sum venjari í Randers

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú kappingarárið 2023/24 í badminton verður skotið í gongd í næsta mánaði, hava badmintonfeløgini ÍF í Fuglafirði, Nápur í Runavík, MBF í Miðvági og KBF í Klaksvík gjørt avtalu við nýggjan venjara.

Setanin av nýggja venjaranum er sostatt eitt samstarv ímillum áðurnevndu badmintonfeløg.

Venjarin talan er um, er 21 ára gamli danin Jonas Mikkelsen, sum kemur úr Randers.

Hóast sín unga aldur, hevur Jonas verið venjari í fleiri ár, og hevur hollar royndir sum badmintonvenjari hjá leikarum í øllum aldursbólkum á ymiskum støði í Randers Badmintonklub. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2023

73 Leygardagur 22. juli 2023

Vann EM-silvur sjey vikur eftir at fóturin brotnaði

Dansk-føroyska Rebekka Ziska Dahl kom rættiliga skjótt fyri seg aftur

(Mynd: Ju-Jitsu, Danmark)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Farna vikuskiftið vann ju-jitsu íðkarin Rebakka Ziska Dahl silvur í heimsmeistarakappingunum.

Ikki óvæntað, tí síðan 2015 hevur Rebekka á hvørjum ári fingið antin silvur ella bronsu í sínum vektflokki, -57 kilo. Hetta var hennara triðja HM-silvur.

Rebekka Ziska Dahl er av føroyskari ætt, búsitandi í Danmark.

Vanliga hevði tað verið eitt vónbrot fyri Rebekku ikki at vinna gull. Men í ár var tað eitt bragd, tí fyri sjey vikum síðani breyt hon fótin, og fekk ikki gipsið av aftur fyrr enn eina viku undan HM-kappingini, skrivar dr.dk.

- Tað er sjálvandi nakað lort at tapa, eg varð bukað av í finaluni, men eg skal viðganga, at eg ikki hevði væntað annað. Tað er eisini feitt at kunna siga, at eg havi vunnið HM-silvur við brotnum fóti, sigur Rebekka við dr.dk.

Fóturin brotnaði undir venjing herfyri. Hon blakaði venjingarfelagan runt og í gólvið. Men tíverri kom fótur hennara at liggja undir, tá felagin small í gólvið.

Tað gjørdist ein kapprenning við tíðina, og vónirnar um HM-luttøkuna svunnu. Men í síðstu viku, seks dagar undan kappingini kom gipsið av, og tá var ein teoretiskur møguleiki fyri, at hon kundi vera við.

Tað eru ikki øll, sum høvdu sloppið at verið við, men Rebekka er nakað serligt.

- Síðan 2015 havi eg verið við til HM og fingið heiðursmerki hvørja ferð, og tað hevur givið mær nógvar royndir. Landsliðsvenjari mín segði eisini, at tey ikki høvdu tikið meg við, um eg ikki hevði allar hesar royndirnar frammanundan, greiðir hon frá fyri dr.dk.

Meðan hon ikki kundi stíga á annan fótin, helt hon venjingina við líka við at súkkla og gera styrkivenjingar, nakað, sum Rebekka annars ikki orkar fyri.

Vikuna undan HM-kappingin gekk venjingin væl, og leygardagin varð mett, at hon gott kundi stríðast dagin eftir.

- Vanliga eri eg ein, sum bakki nógv og bíði fyri síðan at gera mótálop. Men tá ein ikki rættiliga kann bakka ella fara til vinstru, so er bara eitt at gera, og tað er at leypa á.

Og tað var taktikkurin hjá Rebekku, at leypa á frá byrjan av. Fyrsti dysturin var fjórðingsfinalan móti Le Thi Thoung úr Vjetnam.

Taktikkurin eydnaðist, og Rebekka vann. Sama í hálvfinaluni móti Klaru Mattsson úr Svøríki.

Men í finaluni móti Lixandru Ramona úr Rumenia, hevði hálvi føroyingurin ikki neyðugu orkuna eftir tveir harðar dystir.

Rebekka Ziska Dahl liggur nummar tvey á heimsstyrkilistanum. Næsta stóra altjóða uppgávan er World Games í 2025, sum er eitt slag av olympiskum leikum fyri hesa ítróttagrein, og tá er ætlanin endiliga at vinna eitt gullheiðursmerki.

[object Object]
(Privatmynd av Instagram) 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2023