Leygardagur 29. juli 2023 | Nr. 30 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 10
SíÐa 20
SíÐa 19
SíÐa 23
SíÐa 43
SíÐa 29
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 - eisini ólavsøkumorgun
Nokk so symptomatiskt fyri undarliga veðurlagið vit uppliva fyri tíðina, kom eitt lágtrýst vestan úr Atlantshavi og legði sín doyvara á ólavsøkuna í ár, ið hevur verið merkt av vætu og regni, nú vit annars hava verið signað við sól og turrum veðri nærum alt summarið.
Heilt fram til ólavsøkuna. Sjálvan ólavsøkuaftan kom so “vanliga” ólavsøkuveðrið aftur, við mjørka í Havn og ælingum, men tíbetur ikki so nógvum vindi.
Okkurt sigur okkum, at júst veðrið kanska verður eitt av høvuðsevnunum, tá løgmaður seinni í dag trínir røðarapallin á Løgtingi fyri at halda sína fyrsta ólavsøkurøðu í hesum umfari.
Í vikuni kundi landsstýriskvinnan við umhvørvismálum við gleðisrødd bera víðari tíðindi frá Umhvørvisstovuni um, at vit í Føroyum endiliga hava støðgað vøkstrinum á útlátinum av koltvísúrni, tí tað er staðfest og útroknað, at vit lótu minni vakstrashúsgass út í atmosferuna í 2022 enn vit gjørdu árið fyri.
Altíð nakað – spurningurin er bara um tað hjálpir.
Tí longu tveir dagar seinni var ST-aðalskrivarin úti við stóra peikipinninum og ávaraði heimsins leiðarar um, at teir nú mugu vísa seg sum veruligar leiðarar og gera nakað munagott við størstu hóttanini móti lívi her á jørðini. Tí jørðin er um at kódna í varma í ár. Okkurs skal gerast, og tað skjótt. Tí orsøkirnar til veðurlagsbroytingarnar eru mannaskaptar, og um menniskjan ikki ger nakað munagott fyri at fáa veðurlagið í rættlag aftur, er kanska bara ein spurningur um tíð hvussu leingi afturat tað er liviligt her á jørð.
So mikið álvarsligt mál, at tað átti at verið høvuðsevni í røðu løgmans í dag..
Annars er nógv at tosa um og taka fram sum týdningarmikil politisk mál í Føroyum. Vit hava kríggj í Evropa, Føroyar eru blivnar móttakaraland av fólki, sum flýggja undan krígnum, og vit hava enn ikki tikið støðu til, um vit framhaldandi ynskja at hava fiskivinnusamstarv við tann áleypandi partin – aggressorin – í krígnum.
Og so eru allar hinar avbjóðingarnar, tær meira gerandisligu. Hvussu landskassin kann fáa ali- og uppisjóvarvinnuna til at fíggja lyftini til javnaðarveljararnar um lægri arbeiðstíð og lønarlyft. Um hvussu vit kunnu lata føroysku náttúruna upp fyri vaksandi talið av gestum, sum vilja vitja Føroyar, og samstundis verja hana. Um hvussu vit kunnu koma upp á eitt bara nøkulunda nøktandi støði á vælferðartænastum, sum heilsuverk, eldrarøkt, skúla og samferðslu.
Politikarar vilja sleppa at byggja og skapa, tí tað gevur atkvøður, og møguleika hjá teimum at fáa sítt navn ritað í søgubøkurnar. Spennandi verður at hoyra, um tað verður kampus ella tjóðpallur ella kanska okkurt heilt triðja, sum stendur fremst á byggiskránni. Og um tað framvegis er álvari í lyftunum um at bora tunnil til Suðuroyar.
Onki av hesum bøtir upp á tað, sum fleiri politikarar, eitt nú tann, ið hevur høvuðsábyrgd av fíggjarmálum siga vera av størsta týdningi, nevniliga at fáa haldføri í føroyska búskapin. Lyfti um haldføri skaffar ongar atkvøður til komandi val – tað vita politikarar. Spennandi verður tó at vita, um tað verður hetta, sum løgmaður fer at brúka tíð upp á, tá politikkurin fyri nýggju tingsetuna og árini framyvir verður stungin út í kortið í dag.
Góða ólavsøku.
Máttu steingja vegin fram við Løgtingið av, tí ein fasadupláta á triðju hædd á gomlu telefonstøðini datt niður
Tinghúsvegurin fram við Løgtinginum og umsitingarbygninginum hjá Løgtinginum, fyrrverandi telefonstøðini, varð stongdur eitt tíðarskeið mikukvøldið.
Hetta tí, at partur av eini glasplátu, ein av sermerktu grønligu fasaduplátunum, datt av bygninginum og smildraðist niður á Tinghúsvegin. Fallið var høgt, tí talan er um eina av plátunum uppi á triðju hædd.
Tíbetur hendi ongin fólkaskaði, men Tinghúsvegurin mátti steingjast meðan vegurin varð ruddaður fyri glassplintur.
Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, sigur við Portalin, at tey onga frágreiðing hava um, hvussu tað ber til, at ein glaspláta brotnaði í gjár.
- Tað mugu serfrøðingar upp at kanna hvat er hent, men eg trúgvi ikki, at tað kann gerast undan ólavsøku. Nú vóna vit bara, at ikki fleiri detta niður. Fyribils hava vit valt at byrgja gongubreytina av, so onki fólk gongur undir bygninginum, sigur løgtingsstjórin.
Tað eru stívliga 20 ár síðani, at gamla telefonstøðin varð umbygd til umsiting hjá løgtinginum og bygningurin stóð liðugur í sínum núverandi líki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2023
Eftir at vera farin av Sandavági, helt grindin, sum varð merkt undanfarna mikudag, leiðina suðureftir, fram við Sandoynni og í Suðuroyarfjørð
19. juli varð ein grind merkt í Sandavági. Talan var um ein bólk á umleið 40 hvalir, harav eini 15 gjørdu landgongd.
Fimm grindahvalir fingu fylgisveinasendarar festar á hornið, og síðan varð øll grindin slept.
Tað tók umleið trý korter at merkja, skrivar Havstovan.
Eftir at vera farin av Sandavági, helt grindin leiðina suðureftir, fram við Sandoynni og í Suðuroyarfjørð. Haðani fór hon eystur um Suðuroynna, og er síðan komin suður um Sumbiarstein.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juli 2023
John Paul de Joria fer á skipasmiðju í Hull, og kemur ikki aftur hendan vegin fyribils. Steðgurin í Føroyum var stuttur
14 dagar. Tað var alt, sum Paul Watson fekk í føroyskum sjóøki á hesum sinni. Hann kemur nevniliga ikki aftur við John Paul de Joria.
Fyri tað mesta hildu hann og hansara fólk seg uttan fyri 12 fjórðingamarkið, sum teimum var álagt, men í trimum førum brutu tey forboðið.
Í samanumtøku um stutta føroyatúrin greiðir Paul Watson frá, at John Paul de Joria nú fer til Hull í Englandi, har skipið skal á skipasmiðju. Um nakrar mánaðir fer ein herferð í gongd móti trolarum í Biskeiavíkini.
John Paul de Joria (Mynd: Captain Paul Watson Foundation)
Hósdagin í síðstu viku varð skiparin á John Paul de Joria dømdur sekur í Føroyar rætti fyri at sigla inn um 12 fjórðingarmarkið.
Rætturin hevur avgjørt, at tað skal kosta 75.000 krónur í bót fyri hvør ferð, brotið verður framt. Sostatt kann skiparin, Daniel Binyon, rokna við at fáa eina bót á tilsamans 225.000 krónur. Málið kann kærast til eystara landsrætt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2023
Minkingin í fjør var 6 prosent í mun til 2021. Um útlendsk skip verða tald við, var minkingin 14 prosent
Fyri fyrstu ferð í meira enn tíggju ár minkaði útlátið av vakstrarhúsgassum í fjør. Útlátið í 2022 var 1,0 millión tons í í CO2 eindum. Tað er 6 prosent minni enn í 2021.
Tað upplýsir Umhvørvisstovan, sum júst hevur latið út frágreiðing um útlát av vakstrarhúsgassum fyri árini 1990 til 2022.
Orsøkirnar til minkingina eru fleiri. Høvuðsorsøkin er, at elframleiðslan í størri mun í 2022 enn í 2021 stavaði frá varandi orkukeldum. Serliga eru tað nýggju vindmyllurnar í Porkeri og á Gellingarkletti, sum gera mun. Eisini varð meiri framleitt úr vatnorku í 2022 enn í 2021.
Aðrar orsøkir til minkingina av útlátinum eru, at húsarhaldini brúktu 9 prosent minni olju og akførini 4 prosent minni í 2022 enn í 2021.
Samlaða útlátið var rættiliga støðugt frá 2001 til 2016. Frá 2016 til 2021 vaks útlátið á hvørjum ári. Vøksturin var størstur í 2017, men minkaði síðani líðandi fram til 2021. Í 2022 kunnu vit siga, at gongdin vendi, skrivar Umhvørvisstovan.
Myndin vísir samlað útlát av vakstrarhúsgassi, við og uttan útlendsk fiskiskip, 2001-2022, í tons av CO2 eindum.
Um bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum verða taldar við í uppgerðina, var minkingin í útlátinum heili 14 prosent. Stóra minkingin kemst av, at útlendsk skip hava keypt munandi minni olju í Føroyum í 2022 enn í 2021.
Myndin vísir, hvussu útlátið er býtt millum bólkarnar. Meginparturin av útlátinum er frá nýtslu av olju, sum aftur kann skipast í átta brúkarabólkar. Blái parturin av myndini vísir býtið millum brúkarabólkarnar.
Fiskiskip eru størsti brúkarabólkurin (bæði føroysk og útlendsk). Prosenttalið er nakað lægri enn undanfarin ár, sum serliga er tí, at útlendsk fiskiskip hava keypt 42 prosent minni olju í 2022, men eisini, at føroysk fiskiskip brúktu 9 prosent minni olju í 2022 enn í 2021.
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna (Savnsmynd)
- Eru komin á rætta kós
Landsstýriskvinnan við umhvørvismálum, Ingilín Didriksen Strøm, fegnast um, at gongdin nú er vend.
- Hetta vísir, at vit eru við at koma á rætta kós. Nú fara vit undir at gera fleiri og størri átøk, so vit síggja eina munandi minking komandi árini, sigur hon á heimasíðuni hjá Umhvørvismálaráðnum, og leggur afturat:
- Bara í ár fremja vit 7 av teimum 25 átøkunum í veðurlagspolitikkinum, sum løgtingið hevur samtykt. Næsta ár fremja vit minst 10 afturat. Nú mugu vit venda vit gongdini saman.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2023
Umleið 60 miðlafólk og fleiri nýggir Audi Q6 e-tron vóru við í ferðalagnum
Fleiri hava óivað lagt merki til at ein long røð av spildurnýggjum Audibilum hava koyrt á føroysku vegunum hesar seinastu dagarnar.
Talan hevur verið um test-koyring av einum nýggjum slag av Audi-bilum. Verksmiðjan valdi at koma til Føroyar við bilunum og fleiri testkoyrarum og miðlafólkum fyri at taka myndir og fortelja søguna um nýggja bilmodellið.
Føroyar vórðu hildnar at vera eitt gott staðið at royna nýggju el-bilarnar. Lanseringar av nýggjum bilmodellum eru stórtíðindi, og vit skulu tí rokna við, at Føroyar verða at síggja í nógvum av heimsins fjølmiðlum í sambandi við at søgan um nýggja Audi Q6 e-tron ferðast runt heimin.
Føroyska ferðamannastovan Guide to Faroe Islands skipaði fyri vitjanini.
Fleiri myndir eru at síggja á heimasíðuni hjá Guide to Faroe Islands
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2023
Uppskot um broyting í rúsdrekkalógini liggur til hoyringar í løtuni
Stendur tað til landsstýrið, so skulu fyritøkur, ið bryggja løgir sterkari enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, fáa loyvi til at selja egnar drykkivørur á framleiðslustaðnum.
Ikki í vanligu útsølunum, men á sjálvum framleiðslustaðnum í sambandi við gestavitjanir.
Hetta framgongur av lógaruppskotinum, sum Løgmálaráðið sendi út til hoyringar í farna mánaði. 1. august er seinasta freist at koma við hoyringssvari til lógaruppskotið.
Sambært galdandi lóggávu hevur Rúsdrekkasøla Landsins einkarætt at innflyta og selja rúsdrekka. Matstovur og líknandi, sum hava skeinkiloyvi, kunnu kortini skeinkja rúsdrekka, og bryggjarí, sum hava fingið loyvi til tess frá Loyvisnevndini, kunnu í egnum sølubúðum selja sína egnu framleiðslu, tó bara framleiðslu, sum í sær hevur í mesta lagi 5,8 rúmprosent av alkoholi.
Við hesum lógaruppskotinum fær loyvisnevndin heimild til at loyva framleiðarum eisini at selja sína framleiðslu, sum í sær hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi. Hendan sølan kann bert fara fram á sjálvum framleiðslustaðnum í sambandi við gestavitjanir o.tíl. Slík søla verður ikki loyvd frá øðrum sølubúðum, sum framleiðarin hevur, og sum ikki eru á framleiðslustaðnum.
Tað eru bert tvær greinir, í rúsdrekkalógini, sum verður broytt.
Grein 9, 2. stk. verður eftir ætlan soljóðandi: “Loyvisnevndin kann heimila fyritøkum, sum framleiða rúsdrekka í Føroyum, at selja egna framleiðslu á framleiðslustaðnum eftir reglunum í § 7 í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi”.
Harafturat gevur broytingin eisini hesum framleiðarum loyvi til at innflyta sterkan løg, sum partur av sjálvari framleiðsluni ella vørumenningini.
Hin nýggja greinin í rúsdrekkalógini grein 4, 3. stk, sum sambært uppskotinum er soljóðandi: “Treytað av, at landsstýrismaðurin hevur givið loyvi til tess og treytað av, at virksemið fer fram í hóskandi høli og undir hóskandi eftirliti, kunnu fyritøkur og einstaklingar innflyta smærri nøgdir av rúsdrekka og ethanoli til royndir og vørumenning. Tað er ikki loyvt at selja ella lata rúsdrekka, sum verður framleitt eftir hesi áseting.”
Faer Isle Distillery er ein av fyritøkunum, ið hava bygt sína verkætlan á møguleikan at selja framleiðsluna í sambandi við vitjanir á framleiðslustaðnum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2023
Eitt uppskot verður væntandi borið í tingið í heyst og skal ætlandi fáa gildi frá nýggjárinum
Løgmálaráðið er farið undir at fyrireika lóggávu, sum ger roynd at tøla børn og ung við ætlan um seinni at fremja kynsligan ágang, revsivert, umframt at revsingin fyri kynsliga avnoyðing verður herd.
Í sambandi við at Føroya Politi kannar eitt størri mál um kynsligan ágang móti børnum og ungum á netinum, hevur landsstýrismaðurin við lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, gjørt av, at tað beinanvegin skal farast undir at fyrireika lóggávu, sum ger sokallaða “grooming” og “sextortión” revsivert.
- Tað er týdningarmikið, at vit greitt siga við okkara børn og ung, at tað ongantíð er teirra skyld, at tey eru fyri kynsligum ágangi. Tað er tann vaksni, sum hevur ábyrgdina, og tað er tann vaksni, sum skal revsast. Vit skulu fara eftir talgildu barnalokkarum, sum fara inn í talgilda heimin, har okkara børn og ung ferðast, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður.
Uppskotið verður væntandi borið í tingið í heyst, og skal ætlandi fáa gildi frá 1. januar 2024.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2023
Edvard í Skorðini Joensen hevur havt sín seinasta starvdag í dag. Síðstu tíggju árini hevur hann framt framt 2.020 teljingar. - Tað hevur verið læruríkt, gevandi og ikki minst stuttligt
Í dag 27. juli 2023 hevur Edvard í Skorðini Joensen havt sín seinasta arbeiðsdag hjá Fiskaaling. Hann hevur tey seinastu 10 árini starvast sum lúsateljari á fiskaheilsudeildini á Fiskaaling, eitt krevjandi arbeiði, sum hann hevur røkt til fulnar.
Í tíðarskeiðnum 2013 til 2023 hevur Edvard framt 2.020 teljingar – eini tríggjar ferðir so nógvar sum nakar annar lúsateljari á Fiskaaling. Tann fyrsta teljingin var á Fuglafirði tann 16.04.2013 og tann síðsta var í Hvalba tann 20.07.2023. Hann hevur sostatt verið á hvørjum aliringi í Føroyum og framt teljingar – enntá fleiri ferðir.
At verða lúsateljari kann stundum verða strævið arbeiði, tí 20 laksar úr hvørjum einasta aliringi skulu teljast fyri lús í minsta lagi 14. hvønn dag árið runt. Og eftir at laksurin er doyvdur skulu lýsnar á laksinum teljast og bólkast í fýra menningarstig, eins og skiljast skal millum laksalús og seiðalús.
- Eg havi í mínum arbeiði regluliga ferðast bókstavliga um alt landið. Av Viðareiði til Lopra. Og alt harímillum, greiðir Edvard frá.
At Edvard er eitt morgunmenniskja vita flestu alarar alt um. Mangan er hann fyrstur á landstøðini um morgnarnar og hevur syrgt fyri, at kaffi er klárt, tá alararnir koma. Sum heild hevur hann óteljandi góðar løtur at minnast aftur á:
- Tað hevur verið læruríkt, gevandi og ikki minst stuttligt at ferðast millum allar alararnar, eg havi hitt hesi árini. Tað er ikki smávegis av søgum, sum hava flogið gjøgnum luftina á hesum túrum. Eg kann livandi ímynda mær, hvussu Heðin Brú hevur havt tað, tá hann í síni tíð ferðaðist kring landið sum landbúnaðarráðgevi. Munurin man tó vera, at í hansara føri mundi vera fleiri ósemjur, ið hann kortini fekk manga stuttliga søgu burturúr. Nógvar síggjast aftur í stuttsøgum og endurminningum.
Sum hugleiðingarnar vísa, er Edvard hittinorðaður og kringur við penninum. Hansara eyðsýndu gávur sum yrkjari, politiskur viðmerkjari og frásøgufólk, hava starvsfólkini á Fiskaaling havt stóra gleði av. Fyri starvsfelagarnar hjá Edvardi, serliga teimum á fiskaheilsudeildini, verður tað ein stórur saknur, nú hann gevst.Spurdur um hann fer at sakna lúsateljingarnar, greiðir hann brosandi frá:
- Tað er einki at ivast í, at eg onkuntíð fari at sakna túrarnar. Men ikki tá eg onkran ringan høgættarmorgun bara kann leggja meg aftur, venda reyv móti vindeyganum og fegnast um, at eg ikki skal út í rullið og kuldan norður fyri Skálatoftum.”
Fiskaaling ynskir Edvardi bestu eydnu og blíðan byr, nú hann fer at njóta eftirlønarárini – sum vit vóna verða bæði mong og góð.
Fiskaaling
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2023
Jákup Sverri komin aftur av árligu makrelkanningunum norðanfyri
Mánadagin kom havrannsóknarskipið Jákup Sverri aftur av árligu makrelkanningunum norðanfyri.
Havstovan skrivar, at makrelur var fingin víða um í kanningarøkinum, men fyri tað nógva í smáum nøgdum. Ábendingar vóru um, at útbreiðslan í ár ikki er stórt øðrvísi enn tvey tey seinastu árini. Tó má takast hædd fyri, at kanningarøkið ikki er tað sama frá ári til árs – og rætta myndin fæst ikki, fyrr enn tilfarið frá øllum luttakandi skipunum verður greinað saman. Mest var fingið av fýra ára gomlum makreli, tó var ongin aldursbólkur, sum skaraði framúr í stødd – og rættiliga nógvur gamal makrelur var fingin (10 ár og eldri).
Sum heild var lítið at fáa av norðhavssild, og skriftin var so gott sum bara í ovastu metrunum og mest nær Íslandi. Meira enn helvtin av aldurslisnu sildini var sjey ára gomul, og sostatt er tað enn 2016-árgangurin, sum er bulurin í stovninum.
Svartkjaftur var at síggja mestsum allastaðni norðan fyri Føroyar og Íslandsryggin. Hetta var sum heild tvey og trý ára gamal svartkjaftur.
Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi og Danmark. Skipini úr Noregi eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum.
Samlaða vísitalið fyri makrel frá øllum rannsóknarskipunum verður roknað á fundi um hálvan august, og skal brúkast í stovnsmetingini um mánaðarskiftið august-september.
Føroyska túrfrágreiðingin kann síggjast her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2023
Skip liggja og bíða eftir at sleppa at landa, og tí hevur landsstýrismaðurin lýst broyting í kunngerð, sum loyvir skipum at landa makrel uttanlands
Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur í vikuni lýst broyting í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum loyvir skipum at landa makrel uttanlands.
Føroysku skipini hava í summar avreitt makrel bæði til frystivirki og til fiskamjølsvirki. Nú frystivirkini fyribils eru givin at taka ímóti makreli, kunnu skipini bert landa til fiskamjølsvirki. Hetta hevur elvt til, at skipini liggja og bíða eftir at sleppa framat at landa. Sostatt verða møguleikarnir at fiska makrel darvaðir av væntandi móttøkuorku á landi.
Grundað á hesa støðu hevur Dennis Holm, landsstýrismaður, tikið avgerð um at gera frávik frá galdandi áseting um, at allur fiskur, undantikin 15 prosent, skal landast í Føroyum. Sostatt verður loyvt, at føroysk skip fram til 31. august kunnu landa makrel uttanlands.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur verið í sambandi við norskar og íslendskar myndugleikar, um møguleikar hjá føroyskum skipum at landa makrel. Ísland hevur boðað frá, at ikki er loyvt føroyskum skipum at landa makrel í íslendskum havnum, meðan Noreg hevur upplýst, at onki er í vegin fyri, at føroysk skip landa makrel í norskum havnum. Tó er tilskilað, at sølan skal fara gjøgnum søluskipanina hjá Norges Sildesalgslag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2023
Grønlendski trolarin Polar Nataarnaq var júst komin aftur til Grønlands eftir at skipið varð umvælt í Danmark, aftaná at tað rendi á ein annan trolara, tá ið tað rendi á eitt ísfjall. Skipið skal nú umvælast fyri aðru ferð í ár
Tað var í januar í ár, at Polar Nataarnaq rendi á grønlendska trolarin Akamalik.
Polar Nataarnaq fór síðan til Danmarkar, har skipið bleiv umvælt. Fyrr í hesum mánaðinum kom Polar Nataarnaq á Havnina, har skipið skuldi taka útgerð umborð og síðani fór skipið aftur til Grønlands, har skipið skuldi til fiskiskap.
Leygardagin hendi tað so aftur at Polar Nataarnaq rendi á, hesaferð tó á eitt ísfjall.
Skipið liggur nú á Skála, har skipið skal umvælast. Tað er eisini á júst hesari skipasmiðjuni at Polar Nataarnaq er bygdur. Skipið er upprunaliga bygt í 1989 sum Ocean Castle.
Funnu hassj umborð seinast teir vóru í Føroyum
Tá ið skipið var í Føroyum fyri nýggju døgum síðani, í sambandið við at skipið skuldi taka útgerð umborð, var løgreglan umborð, og har funnu teir fleiri kilo av hassji.
Ein av manningini varð skuldsettur og dømdur í málinum, og avgerð skuldi síðan takast til, um hann skuldi sita dómin í Grønlandi ella í Føroyum.
Mynd: Kiran Jóanesarson
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2023
Eftir tvey tung ár, er fíggjarliga gongdin vend. Raksturin hjá Petur Larsen er betraður munandi. Fyrra hálvár 2023 vísir eitt yvirskot, og roknað verður við, at góða gongdin heldur fram
- Vit eru fegin um, at tiltøkini, vit hava sett í verk fyri at betra um raksturin, hava havt jaliga ávirkan, og at vit kunnu staðfesta eitt yvirskot fyri fyrra hálvár 2023. Gongdin er vend, og Petur Larsen kann aftur vísa svørt tøl á botnlinjuni. Tað sigur Hjalmar Petersen, nevndarformaður í Petur Larsen.
Fyri nøkrum árum síðani stovnsetti Petur Larsen eina menningardeild. Menningin hevur gingið væl, men hevur kravt nógva orku og kapital, og tað merkir roknskapin fyri 2022.
Í fjør summar varð avgjørt at víðka nevndina í felagnum, og síðani tá hava nevnd og leiðsla arbeitt miðvíst við at venda gongdini.
Eitt tiltak var at seta á stovn menningarfelagið Necto pf saman við Framtak, NM Holding og Enniberg. Felagið skal menna og framleiða kappingarførar flakamaskinur og nýmótans umsitingarloysnir til føroyska og altjóða marknaðin.
Vænta inntøkur frá nýmentum maskinum í 2023
Siðbundni parturin av virksemi felagsins, sum er viðlíkahald, tænastur og eykalutir til Baader maskinur, hevur fremstu raðfesting, og umsetningurin er í støðugari menning. Søla av brúktum og umvældum Baader maskinum gongur eisini væl bæði í Føroyum og uttanlands.
Menningarætlanirnar ganga eftir ætlan, og í 2023 væntar leiðslan inntøkur frá vørum, sum vit hava ment.
Roknskapurin hjá felagnum fyri 2022 vísti eitt undirskot á tkr. 9.489, og fíggjarstøðan hin 31. desember vísti eina negativa eginogn á tkr. 760.
Hálvársroknskapurin fyri 2023 vísir 400.000 krónur í avlopi áðrenn skatt. Nevnd og stjórn vænta eitt nøktandi úrslit fyri 2023.
Viðskiftafólk, veitarar, starvsfólk og fíggingarstovnar hava víst trúfesti og stóra vælvild í sambandi við umskipanina av felagnum.
Umframt Hjalmar Petersen nevndarformann, sita Ben Arabo, Andras Róin, Jens Poulsen, Atli Larsen og Rógvi Róin í nevndini hjá Petur Larsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2023
Hetta er ein spennandi fyritøka við bestu førleikum og drúgvum royndum, og eftirspurningurin eftir grønum orkuloysnum veksur eisini skjótt, sigur Anja Rein
Anja Rein er sett sum stjóri í Demich.
Hon er 49 ár, bankalærd og hevur akademiútbúgving í leiðslu. Seinastu 25 árini hevur hon starvast í Bank Nordik, har hon hevur røkt fleiri leiðslustørv, millum annað sum leiðari á vinnudeildini, verkætlanarleiðari og starvsfólkaumboð í nevndini. Hon situr eisini í starvsnevndini hjá Fótbóltsambandi Føroya.
- Demich hevur sum fremsti heildarveitarin av grønum hitaloysnum verið ein virkin partur av orkuskiftinum í Føroyum seinastu árini. Hetta er ein spennandi fyritøka við bestu førleikum og drúgvum royndum, og eftirspurningurin eftir grønum orkuloysnum veksur eisini skjótt. Nú vilja vit sum fyritøka seta enn meira ferð á orkuskiftið og flyta Føroyar frá svartari orku til grøna orku, sigur hon.
Magn eigur allan partapeningin í gomlu familjufyritøkuni Demich. Tað var fyri at vera virkin viðspælari á grønu slóðini, at Magn keypti 70 prosent av partabrøvunum í Demich í 2018. Hini 30 prosentini keypti Magn í fjør.
Gomlu eigararnir fara framvegis at hava virknan leiklut í fyritøkuni. Bjarne Hansen hevur eftir egnum ynski sagt stjórastarvið frá sær, og hann fer frameftir at stýra HVS-tænastuni. Atli Dávur Nattestad fer at hava ábyrgdina av hitapumpuloysnunum, Hákun Hansen verður framhaldandi ein partur av toyminum, og Torbjørn Hansen, sum hevur verið rakstrarstjóri, hevur tikið sæti í nevndini.
57 ársverk eru hjá Demich, har høvuðsvirksemið er søla, framleiðsla og handverk innan HVS, blikksmíð og grønum orkuloysnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2023
Beinta Poulsen, Rebekka á Fjallinum og Durita Thomsen standa fyri trimum ymiskum føroyskum klædnamerkjum og hava nú handil saman á Niels Finsensgøtu 10
Fyrst í hesum mánaðinum lat ein nýggur og heldur øðrvísi handil upp á gongugøtuni í Havn.
Talan er um ein handil, ið er samansettur av trimum føroyskum klædnamerkjum. Tey eru Einstakt, Reka og Durita Thomsen.
Beinta Poulsen, Rebekka á Fjallinum og Durita Thomsen eru kvinnurnar handan merkini og handilin. Saman eru tær eitt toymi við drúgvum royndum innan klædnavinnuna, binding og seyming.
Mynd: Harriet Olafsdóttir Av Gørðum
Handilshølini hjá teimum eru í Niels Finsensgøtu 10, harav navnið NF10. Í NF10 er talan um vørur, sum eru sniðgivnar og framleiddar í Føroyum.
Í stuttari viðmerking siga tær tríggjar, ið sniðgeva og framleiða, at tær gleðast um at verða partur av gongugøtuni, sum meir og meir gerst ein miðdepil, har tað legst afturat við handlum, mat- og kaffistøðum.
- Hetta ríkar um miðbýarøkið og kann geva fólki eina mentanarliga heildaruppliving í høvuðsstaðnum, siga Beinta, Durita og Rebekka.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2023
Ølini feilar einki, men Oyn Oy pilsnarøl, sum er tappað 24. juli er eitt sindur beiskari enn vanligt. Tey, sum hava keypt hana, kunnu lata inn aftur í handilin, har hon er keypt
OY hevur afturkallað Oyn Oy Pilsnarøl, sum er tappað 24. juli. Tey á nýggja bryggjarínum á Hálsi í Havn gjørdust tey í dag varug við, at smakkurin ikki er júst tann sami sum altíð.
- Hon er eitt sindur beiskari enn vanligt. Ølini feilar einki, sigur OY í fráboðan.
- Talan er um Batch 129’ , sum stendur undir botninum á dósini. Vit ynskja at okkara øl altíð eru fyrsta floks og altíð smakka eins. Tí hava vit afturkallað Batch nummar 129. Tey sum ynskja at lata Batch 129 inn aftur, eru vælkomin at lata tær inn í handilin, har hon er keypt, sigur OY.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2023
Eitt sindur av grótlaðing er eftir at gera, áðrenn kynt verður í essuni og hamarin byrjar at smíða gløðandi jarn
Í vár og summar hevur verið arbeitt við fyrsta byggistigi í verkætlanini hjá felagnum Víkingaskip.
Fyrsta byggistig snýr seg um jarnsmiðjuna, sum at kalla er liðug.
Hon skal brúkast til at smíða seymir og besløg til víkingaskipið.
- Nú vantar bert eitt sindur av grótlaðing áðrenn kynt verður í essuni og hamarin byrjar at smíðja gløðandi jarn, eins og teir gjørdu fyri 1000 árum síðani, skrivar felagið Víkingaskip.
Felagið leggur afturat, at til ber at gerast limur. Upplýsingar fáast um hetta á vikingaskipid.com.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2023
Bygdafólkið skipaði fyri móttøku, tá hann kom heimaftur í vikuni
Listamaðurin Pól Skarðenni hevur henda mánaðin luttiki í kapping fyri málarar í Onglandi. Og tað gekk so mikið væl, at listamálarin í Vatnsoyrum kom heimaftur við einum øðrum plássi.
Talan er um kappingina Paint Out Norwich, sum gongur út upp á at mála átta málningar í átta dagar, ein málning hvønn dag á ymsum støðum, sum fyrireikararnir valdu út frammanundan.
Pól Skarðenni er kendur fyri at mála landslagsmálningar, og hann málar teir á staðnum. Og sigast má at dómararnar dámdu málningarnar hjá føroyingunum, tí av teimum 100 listafólkunum, sum vóru við í kappingini, fekk Pól eitt flott annað pláss.
Heimasíðan hjá Vága kommunu skrivar, at tá Pól Skarðenni kom heim aftur til Vatnsoyrar fyrrapartin mikudagin, skipaði bygdafólkið fyri móttøku, við sangi og røðu. Albert Ellefsen, varaborgarstjóri í Vága kommunu, bar fram heilsu frá býráðnum.
Ein av myndunum, sum Pól Skarðenni málaði í Norwich (Mynd: Pól Skarðenni á Facebook)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2023
Fullkomiligað feilplaserað at seta eitt hálvvánaligt danskt karaoke-orkestur at spæla á midnátt
Ein væl eydnað fest í Vágsbotni í Havn leygarkvøldið, var meira ella minni køvd av einum hálvvánaligum donskum kopiorkestri, sum trein stóra pallin á midnátt – júst um tað mundið, sum ballið átti at verið í hæddini.
Peter Schmeichel var ein framúr fótbóltsmálmaður, tá hann var í hæddini. Ein av heimsins allarbestu. Men eina glæsiliga karrieru sum tónleikari og sangari fær hann ongantíð.
Tað prógvaði hann so væl og virðiliga á Tórsfest. Við eini rødd, sum ikki eingang hevði verið fagnað á karaokekvøldi í Glitnir mitt í viku, royndi hann og felagarnir at halda lív í veitsluni í Vágsbotni.
Gamaní, har stóðu fólk framman fyri pallinum, sum sungu við til gamlar slagarar hjá Robbie Williams, Oasis og Gasolin, men nakað tónleikaligt upplivilsi gjørdist tað ongantíð – als ikki. Pínliga falskt – bara pínligt.
Danskur kvalitetur
So var øðrvísi fyrr á kvøldinum – og eisini seinni – tá tað var danskur importur við størri góðsku í. Lukas Graham vitjaði Føroyar á fimta sinni, og Carpark North á sjeynda ella meira.
Men hesi bæði orkestrini góvu hvør sína topp professionella konsert, sum bara koyrdi, og fólk vóru garrvil og við upp á tað á plássinum har standmyndin av Nólsoyar Páll einaferð slapp at vera miðpunkt.
Líka við, at mann trúði upp á Lukas Graham, tá hann pástóð, at tað er onga aðrastaðni, at áhoyrararnir eru líka raskir at syngja við, sum í Føroyum.
Tórsgøta kiksaði
Hóast Voxbotn-konsertirnar fyrr í summar prógvaðu, at parkeringsplássið millum sjómansheimið og posthúsið er óegnað til at hýsa stórum tónleikatiltøkum, so høvdu fyrireikararnir kortini valt at hava júst somu uppseting til Tórsfest hesaferð.
Og tað var eitt mistak.
Upplivingin á plássinum í sambandi við framførsluna hjá Dynamitt vísti seg at vera so óbehagilig fyri nógv, at fyrireikararnir ikki tordu, sum ætlað, at lata Tinganest spæla har eisini seinni út á náttina.
So tann konsertin varð flutt oman á stóra pall í staðin við seinkingum, sum avleiðing.
Tórsfestin í ár prógvaði, at henda innrættingin av festivaløkinum ikki skal brúkast aftur, um ætlanin framvegis er at troka so nógv fólk inn í økið. Tórsgøta kann ikki brúkast, serliga ikki tá søluvognar eisini skulu standa á strekkinum millum sjómansheimið og miðlahúsið, sum er einasta rýmingarleið hjá fjøldini.
Vit kunnu ikki annað enn takka hægri maktunum fyri, at føroyingar eru eitt so skikkiligt, tolið og takknemmiligt publikum, at tað – heldur ikki hesaferð – kom nakar fjáltur ella panikkur í fjøldina. Um ella tá tað einaferð hendir, so er sorgarleikur í væntu.
Sí allar myndirnar frá Tórsfest
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2023
Sangarinnan, sum sang “Nothing Compares 2 U” doyði í vikuni
Írska sangarinnan Sinéad O’Connor doyði mikudagin, 56 ára gomul. Tað kunngjørdi familja hennara í eini fráboðan.
“Tað er við stórari sorg at vit kunngera at okkara elskaða Sinéad er farin. Familja og vinir hennara eru knúst og biðja um, at privatlív teirra verður virt í hesi sváru tíð”, stóð í fráboðanini.
Sinéad O’Connor gjørdist gitin fyri sínar kenslurúku sangir í 1980’unum. Kendasti sangur hennara er “Nothing Compares 2 U”, sum Prince upprunaliga gav út, og sum Sinéad fekk eitt heimsumfatandi hitt við í 1990.
O’Connor skapti eisini yvirskriftir orsaka av sínum umstríddu meiningum um katólsku trúnna, sum hon ofta fanst at fyri teir nógvu tilburðirnar har pedofili varð sett í samband við kirkjuna.
Í 2021 boðaði O’Connor frá, at hon gavst sum tónleikari.
Hon kunngjørdi, at hon var móð og ikki ynskti at upptraðka og geva út tónleik meira.
Í 2018 vendi Sinéad O’Connor sær til islamtrúgv og broytti navn til Shuhada Sadaqat, men helt kortini áfram við at upptraðka undir sínum upprunaliga navni.
O’Connor átti trý børn. Sonur hennara, Shane, doyði so seint sum í fjør, einans 17 ára gamal.
Sama ár kom virðislønti dokumentarfilmurin hennara lív og virki, “Nothing Compares: Sinéad O’Connor”.
Í 2018 vendi Sinéad O'Connor til islamtrúnna (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2023
Viðgongur nú, at hann stjól einar sólbrillur í Gardemoen floghavnini fyri einum mánaði síðani
Vinstravendi norski flokkurin, Rødt, skal hava nýggjan floksleiðara.
Núverandi leiðarin, Bjørnar Moxnes, meldaði seg sjúkan fyrr í mánaðinum, eftir at eitt vakmyndatól hevði avdúkað, at hann stjól einar sólbrillur í einum handli í Gardemoen floghavnini.
Í vikuni boðaði hann frá á Facebook, at hann tekur seg aftur sum leiðari fyri flokkin. Í uppslagnum viðgongur hann eisini, at hann stjól sólbrillurnar í Gardemoen.
- Eg gjørdi eitt mistak, og eg gjørdi tað bara verri við tí máta, sum eg royndi at handfara málið uppá, skrivar hann.
Flokkurin Rødt er ikki partur parlamentariska grundarlagnum hjá núsitandi stjórnini við Arbeiderpartiet á odda. Talan er um ein lutfalsliga nýggjan flokk, sum kom inn á stórting á fyrsta sinni í 2017 við einum tingfólki.
Í 2021 fekk flokkurin átta tingsessir. Til bæði valini var tað við Bjørnar Moxnes sum leiðara.
Á einum tíðindafundi, har Moxnes ikki var við, hevur flokkurin upplýst, at avloysarin verður Marie Sneve Martinussen.
Tá søgan um vakmyndirnar kom út á fyrsta sinni 30. juni, valdi Moxnes at melda seg sjúkan.
Í fyrstu atløgu var forkláringin frá floksleiðaranum, at hann var komin til at taka brillurnar við eitt mistak.
- Tá eg skuldi víðari, gloymdi eg í skundinum, at eg hevði tikið brillurnar við mær út úr handlinum, segði hann tá við blaðið VG.
Norska løgreglan hevði tó eina aðra fatan, skrivar Ritzau.
Á vakmyndunum sæst, at Bjørnar Moxnes tók einar Hugo Boss sólbrillur og royndi tær. Síðani setti hann tær upp á pláss aftur, áðrenn hann umbestemmaði seg og legði tær í viðførisvognin og gekk víðari rund áðrenn hann fór úr handlinum.
- Tað eri eg, ið havi ábyrgdina av, at eg tók sólbrillurnar. Ongin annar. Skrivar Bjørnar Moxnes í dag á Facebook.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2023
Nevningatingið í London brúkti 12 tímar um at koma fram til dómin
Amerikanski sjónleikarin, Kevin Spacey var í vikuni fríkendur í øllum ákærunum fyri kynsligan ágang. Tað skrivar Reuters.
Nevningarnir við rættin í London brúktu 12 tímar til at koma fram til semjuna um at fríkenna sjónleikaran.
BBC skrivar, at Spacey hevði tár í eygunum, tá rætturin kunngjørdi frídømingina. Hann hevur føðingardag í dag, fyllir 64 ár.
Rættarmálið í London hevur tikið fýra vikur. Ákærurnar gingu út upp á, at hann skuldi havt gjørt seg inn á fýra menn í tíðarskeiðinum 2004 til 2013.
Hetta hendi í sambandi við, at hann var í starvi á Old Vic-leikhúsinum í Londum sum listarligur stjóri. Kevin Spacey búði í London í eitt tíggju ára skeið. Nú býr hann í USA.
Ongin av monnunum, sum hava upplýst hvussu teir vórðu misnýttir av Spacey hava traðkað alment fram. Spacey hevur hinvegin greitt rættinum frá, at tað, sum fór fram, varð gjørt við samtykki.
Eftir rættin segði Spacey:
- Eg eru takksamur fyri, at nevningatingið hevur tikið sær tíð til at gjøgnumganga øll prógv og fakta áðrenn tey tóku sína avgerð. Eg eri eyðmjúkur yvir úrslitið í dag, segði hann, sambært AFP.
Spacey varð upprunaliga ákærdur fyri 13 lógarbrot. Í farnu viku vórðu fýra av ákærunum sleptar.
Ákærurnar hava havt stórar avleiðingar fyri Kevin Spacey sum sjónleikara. Eitt nú hvarv hann í høvuðsleiklutinum í sera vældámdu sjónvarpsrøðini “House of Cards” orsaka av ákærunum, sum komu fram í sambandi við at MeToo-rørslan tók dik á seg á internetinum.
Spacey uttan fyri rættarbygningin í London í dag (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2023
Stóra stroymingartænastan hevur avbjóðingar við útreiðslunum
Nú verður tað dýrari at lurta eftir tónleiki á stroymingartænastuni Spotify.
Mánadagin kunngjørdi felagið í einum tíðindaskrivi, at prísirnir fara at hækka. Hetta hendir eftir, at felagið í ár hevur verið ígjøgnum tvey umfør við uppsøgnum.
Sambært Spotify kemur príshækkingin orsaka av “skiftandi marknaðarviðurskiftum”, og fyri at tænastan skal kunna halda fram við at “geva sínum fjepparum virði”.
Spotify skrivar, at kundar í eitt nú USA og Danmark hava fingið ein teldupost, ið greiðir frá, hvønn týdning príshækkingin fær fyri tær einstaku Spotify-konturnar.
Í USA fer ein premium-konta at hækka við einum dollara úr 9,99 til 10,99 dollarar um mánaðin. Í Danmark (og eisini í Føroyum) kostar premium-haldið 99 krónur um mánaðin. Nú hækkar prísurin við 10 krónum til 109 krónur. Tey fýra ymsu haldini hækka við millum 10 og 30 krónum, skrivar Ritzau.
Boðini komu dagin fyri, at hálvársroknskapurin hjá Spotify varð kunngjørdur.
Í januar boðaði Spotify frá, at umleið 600 starvsfólk skuldu sigast úr starvi.
- Eg taki fulla ábyrgd fyri teimum tiltøkum, sum hava ført okkum hartil vit eru í dag, segði ovasti stjórin og stovnarin, Daniel Ek í eini fráboðan tá.
Sambært honum er orsøkin til uppsøgnirnar, at gongdin í umsetninginum ikki hevur fylgt teimum nógvu íløgunum, sum felagið hevur gjørt í tænastuna.
Í farna mánaði boðaði felagið frá fleiri uppsøgnum. Sambært Reuters skuldu 200 fólk sigast upp í poddvarpsdeildini hjá Spotify.
Sambært Spotify hevur tænastan yvir 200 milliónir premium-brúkarar kring allan heimin, og er heimsins mest brúkta haldaratænasta innan stroyming av ljóði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2023
Tann eyðkendi blái fuglurin verður skiftur út við bókstavin "X"
Um tú fert inn á Twitter.com, sært tú, at tann vælkendi blái fuglurin er horvin, og at eitt "X" er komið í staðin, og tað verður eisini nýggja navnið hjá sosiala miðlinum.
Orsøkin er, at Elon Musk, eigari, hevur valt at geva sosiala miðlinum ein spildurnýggjan samleika.
Tað var sunnudagin, at Elon Musk í dagføring á Twitter skrivaði, at hann ætlaði at broyta búmerkið, og at mann skjótt fór at biðja Twitter-samleikanum og øllum fuglunum farvæl.
Elon Musk keypti Twitter í oktober í fjør fyri 44 milliardir dollarar, og síðani hevur hann gjørt fleiri broytingar. M.a. verður nú gjald kravt fyri ávísar tænastur, og fleiri, sum vórðu útihýst fyri at bróta reglugerðina hjá Twitter, eru sloppin innaftur á sosiala miðilin.
Men broytingarnar á Twitter eru ikki falnar í góða jørð hjá øllum, og hevur Twitter eisini sæð eina minking í brúkaratalinum, síðan yvirtøkuna hjá Musk. Í farnu viku varð eisini boðað frá, at lýsingainntøkurnar hjá sosiala miðlinum vóru minkaðar niður í helvt síðan oktober 2022.
Fyritøkan handan Twitter hevur undir leiðsluni hjá Musk broytt navn til X Corp, og er ætlanin at skapa eina "super app", sum líkist tí kinesisku WeChat, skrivar Reuters.
At byrja við setti Musk seg sjálvan sum stjóra á Twitter, men í juni varð nýggjur stjóri settur, Linda Yaccarino.
Um navnaskiftið skrivar nýggi stjórin m.a. soleiðis í dagføring á sosiala miðlinum:
– Twitter hevði stóra ávirkan og broytti, hvussu vit samskifta. Nú fer X at fara enn longur og broyta altjóða býartorvið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2023
Skaðanevndirnar í Svøríki, Finnlandi og Estonia meta seg nú hava nóg mikið av próvtilfari til endaliga at kunna staðfesta orsøkina til at ferjan Estonia sakk í 1994
Bógrampin frá ferjuni Estonia, varð týsnáttina hivaður upp av havsins botni í Eystrasalti fyri at staðfesta, um hann kundi vera orsøkin til, at ferjan sakk.
Tað skrivar svenska TT tíðindastovan.
852 fólk druknaðu, tá Estonia sakk á leiðini millum Tallin í Estlandi og svenska høvuðsstaðin, Stockholm, í september 1994.
Umframt bógrampan fremst á ferjuni, hava kanningarfólkini eisini bjargað eitt vindeyga og ein part av skrokkinum á ferjuni har tað í 2020 vórðu staðfest hol.
Sambært Jonas Bäckstrand, sum stendur fyri arbeiðinum hjá svensku skaðanevndini, hava tey nú nóg mikið av próvtilfari fyri endaliga at kunna staðfesta, hví Estonia sakk.
Tað eru skaðanevndirnar í Svøríki, Finnlandi og Estlandi, sum eru felags um at fáa hesar lutirnar av vrakinum upp á land.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2023
Heimurin er farin frá at verða yvirupphitaður til at kóka sigur ST aðalskrivarin, António Guterres, og ávarar um avleiðingarnar taka heimsins lond seg ikki um reiggj nú
Hóast nakrir dagar eru eftir av juli so vísa hagtøl nú, at juli mánaði 2023 verður tann heitasti í heimssøguni. Meðalhitin nærkast 17 stigum vísa tøl frá fleiri kanningarstovnum eitt nú danska DMI, WMO, sum er heimsstovnurin fyri meteorologi, veðurlagstænastan undir ES, Copernicus og lærdi háskúlin í Leifzig fyri bert at nevna nakrar. Hetta skrivar DR.
- Avleiðingarnar eru ógvusligar og altoyðandi. Børn verða tikin av monsunregninum, familjur flíggja frá eldi og arbeiðarar fáa ikki framt dagsins gerningar vegna tann brennandi hitan sigur Guterres. Meðalhitin fyri juli verður mettur at fara at liggja millum 1,3 og 1,7 stig hægri samanborið við tíðina áðrenn farið varð at brenna olju og kol.
Antonio Guterres (Savnsmynd: EPA)
Guterres segði í røðu í New York hósdagin, at tað nú er upp til heimsins leiðarar at taka neyðugu stigin til tess at venda gongdini. - Her er einki at bíða eftir, heldur ikki at onnur skulu taka fyrsta stigið. Tíðin er rætt og slætt ikki til tað. Hann heldur kortini, at tað er møguligt hjá heimsins londum at halda seg innanfyri málunum í Parísavtaluni. Sama siga greinarar.
Eisini danski ráðharrin fyri altjóða veðurlagspolitikk, Dan Jørgensen, heldur støðan er ræðandi. Hann heitir serliga á tey stóru londini og her serstakliga USA, Kina og India um at taka støðuna í álvara og gera nakað við hana og leggur aftrat, at Danmark telist millum undangongulondini í heiminum, tá talan er um grøna orkuskiftið.
Hóast Danmark hevur tikið nógv stig til at gera meira grønt, so vísa nýggjastu hagtølini, at Danmark liggur í tí endanum á londum, sum hava hægsta útlát uppá íbúgvan. Orskin til hetta sigur Dan Jørgensen er tann, at Danmark telist millum heimsins ríkastu lond.
Amerikanski forsetin metir støðuna sera álvarsliga og segði í røðu, at hann fer m.a. at seta í verk lóg, sum skal verja amerikanskar arbeiðarar í tí ógvusliga hitanum. Hagtøl vísa, at altsamt fleiri arbeiðarar lata lív í tí nógva hitanum.
- Vit vilja “beat the heat” segði forsetin m.a.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2023
Minkingin í oljunýtsluni kemst av, at munandi meira av varandi orku varð framleidd í 2022 enn í 2021. Vindur og vatn vóru høvuðsorsøkin til minni oljunýtsluna.
M.a. hetta vísir umfevnandi og áhugaverda frágreiðingin, sum Umhvørvisstovan hevur gjørt og latið kunngera.
Orsøkin til minkingina í oljunýtsluni í 2022 er, verður víst á í frágreiðingini, at SEV brúkti á leið 10.500 tons minni av tungolju í 2022 enn í 2021. Hetta eisini hóast at elframleiðslan vaks 2 prosent. Minkingin kemst av, at munandi meira av varandi orku varð framleidd í 2022 enn í 2021.
Serliga vaks parturin úr vindi, vøksturin var heili 67 prosent, sum svarar til á leið 36.000 kWh. Eisini var framleiðslan úr vatni størri enn í 2021. Hetta svarar til góðir 30.000 kWh. Í 2022 stavaðu 52 prosent av orkuni, sum varð brúkt til at framleiða el, frá varandi orkukeldum. Hetta er 12 prosent hægri enn í 2021.
Jaliga gongdin í 2022 við at skifta frá olju til varandi orku til at framleiða el, sæst týðiliga á myndini niðanfyri. Orka úr vatni og vindi eru, við á leið eini helvt hvør, komin í staðin fyri olju. Nýggja vindorkan stavar serliga frá nýggju vindmyllunum í Porkeri og á Gellingarkletti.
Orsøkin til stóra fallið í útlátinum frá elframleiðslu í 2015 – sum sæst á talvuni - var, at tá vórðu vindmyllurnar í Neshaga og Húsahaga tiknar í nýtslu, og at nógv avfall gjørdi 2015 til eitt gott vatnorkuár.
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni fegnast um jaligu gongdina í føroysku orkuskipanini. Við Útvarpið segði hann í vikuni, at tað er ikki minst at fegnast um, at vindorkan hevur vundið so nógv uppá seg, soleiðis at hon saman við vatnorkuni hevur minkað um oljunýtsluna.
Hann vísir serliga á stóran týdningin, sum vindmylnulundirnar á Gellingarkletti og í Porkeri hava havt fyri at minka um oljunýtsluna í sambandi við at framleiða grønan streym.
- Her er hent nógv gott seinasta árið í mun til grøna elframleiðslu, har tú framleiðir streym nógv grønari úr varandi orkuu heldur enn úr olju sigur Sigurð í Jákupsstovu.
Føroyar hava sett grøna orkuskiftið á skránna, og við tí fara vit helst at síggja fleiri vindmylnulundir á landi komandi árini, og tað merkir, at uttan mun til um okkum hóvar tað ella ikki, mugu vit liva við at síggja hesar úti í náttúruumhvørvinum. Hóast tað er ynskiligt, so verður tað helst seinur dagur, at vit fara at síggja flótandi havvindmylnulundir, tó at hesar eru framtíðin í flestu av grannalondunum.
Myndir Jan Müller
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2023
21-ára gamli Børge Petersen hevur staðið sterkur í myndini í miðverjuni hjá KÍ síðstu dystirnar. Við Portalin tosar hann um at trúgva uppá tað og næstu CHL-uppgávuna
- Sum eg segði, tá eg tosaði við tykkum eftir dystin í Klaksvík, so er tað so, at um vil, so kann man alt. Soleiðis var tað hjá okkum í Ungarn. Vit vóru eirindaleysir. Vit góvu alt, sum vit kundu, taktikkurin eydnaðist væl, og vit spældu bara ekstremt væl.
Soleiðis setur Børge Petersen orð á, hvat lá aftanfyri sterka KÍ-avrikið og 3-0 sigurin í Budapest undanfarna mikukvøld. Portalurin hitti hann eftir venjingina hjá KÍ í vikuni, og vísti verujuspælarin til samrøðuna, ið vit høvdu við hann eftir málleysa javnleikin í fyrra dystinum móti Ferencvárosi.
Sí eisini:
Børge: - Man klárar alt um man vil
Úrslitið í Ungarn vekir undran
Nú er bragdið í Budapest lagt í viðføri, og Børge og hinir í KÍ-hópinum hugdu fram móti truplu uppgávuna móti BK Häcken, ið er svenskur meistari og mitt í sínum kappingarári.
- Tað er altíð gott at spæla við Djúpumýru, og tá tað nú verður fullsett og ein slíkur dystur, so ger tað, tað bara betur, staðfestir Børge Petersen.
21-ára gamli klaksvíkingurin hevur gjørt vart við seg á millum annað U21-landsliðnum, men hevur seinastu árini staðið í skugganum av sterkum og royndum miðverjum í KÍ. Seinastu dystirnar hevur liðið spælt við trimum miðverjum, og Børge Petersen hevur spælt 90 minuttir móti HB og tvær ferðir móti Ferencvárosi - einki mál er farið ígjøgnum. Hvussu kann ungi maðurin vísa seg so væl fram í slíkum stórum dystum nú:
- Tað er bara doyligt at sleppa at spæla. Eg kenni mínar dygdir - og eisini hvørjir mínir veikleikar eru - og spæli mítt spæl og koyri á uttan at hugsa alt ov nógv um, hvørjum eg spæli ímóti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2023
Champions League-vónin hjá KÍ livir, áðrenn føroyameistararnir fara til Svøríkis. Klaksvíkingar iðra seg tó serliga um tann eina málmøguleikan í málleysa dystinum
Teir allrflestu áskoðarnir standa enn uppi og larma og heiðra teirra hetjum í bláum, sum aftur avrikaðu heilt væl í . BK Häcken kom ikki til tað heilt stóra. Svenska liðið tytiskt betur skipað og at spæla við meira skerpni enn Ferencvárosi gjørdi, men í serliga 2. hálvleiki bjóðaði KÍ til dans.
Tá tjúgu minuttir vórðu spældir av øðrum hálvleiki høvdu liðini havt hvør sín stóran møguleika. Síðani kom tann heilt stóri: KÍ vann bóltin, Árni Frederiksberg fann Claes Kronberg. Sendingin og renningin vóru perfekt, men skotið hjá roynda dananum var ikki gott, málverjin bjargaði, og Luc Kassi skeyt returbóltin uppum.
Myndir: Sverri Egholm
Tað endaði aftur málleyst við Djúpumýrar. Aftur var talan um sterkt KÍ-avrik, møguleikin at koma longur er avgjørt har, men tað er kanska at irða seg um, at KÍ ikki hevur størri leiðslu við til Göteborg.
Champions League 2. umfar, fyrri dysturin
Mikudagin 26. juli við Djúpumýrar
KÍ - BK Häcken 0-0
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson (68' Deni Pavlovic), Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg (81' Patrick da Silva) – Luc Kassi (81' Sivert Gussiås)
Áskoðaratal: 1.324
Stuðulin til KÍ var ótrúliga góður (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2023
Hetta er niðurstøðan hjá svenskum miðlum og eisini VG. Kenslan í Klaksvík var eisini, at heimaliðið avgjørt kundi og kanska átti at vunnið
Peter Abrahamsson. Soleiðis eitur Häcken-hetjan eftir fyrra dystin móti KÍ í øðrum umfari í Champions League.
Talan er ikki um álopskendan spælara, sum skoraði við Djúpumýrar. Talan er um aftasta skansan hjá svensku meistarunum. Royndi svenski málverjin hevði nakrar stórbjargingar í seinna hálvleiki - serliga royndirnar frá Claes Kronberg og Luc Kassi - og syrgdi harvið fyri at liðið ikki tapti.
Í 73. minutti varð Claes Kronberg sendur væl avstað. Vongurin tók bóltin flott við sær, gjørdist púra fríur, men Peter Abrahamsson bjargaði (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta var ein niðurstøða, ið kundi gerast útfrá dystinum í Klaksvík, og hana hava fleiri útlendskir miðlar. Millum annað stóra svenska Aftonbladet, Göteborg-Posten, sum hevði fólk á staðnum, og so til dømis norska VG, sum orsakað av teimum mongu norsku virkandi hevur serstøk áhugamál. Vinnarin av hesari uppgerðini skal møguliga spæla móti norska Molde, og VG skrivar, at talan verður um spennandi seinna dyst í Svøríki í næstu viku millum føroysku og svensku meistararnar.
Aftonbladet skrivar millum annað, at Häcken hevði tvey kolldømd mál vegna rangstøðu, og at liðið annars spældi seint og skapti heilt lítið í álopskenda spælinum. KÍ var meira vandamikið í vøkru umstøðunum, og Abrahamsson í málinum varð noyddur at stórbjarga fyri at støðga eyðmýkingini, er staðfestingin.
Nakað líknandi var hjá meira lokala Göteborg-Posten, ið tó ikki var líka "avgjørt" í hesum samanhanginum. Expressen ger ikki so nógv burturúr, men í norðurlendskum miðlum tykist tað vera rímiliga greitt, at svensku meistararnir kunnu ikki vera ónøgdir við 0-0 í Klaksvík eftir dystarmyndini.
BK Häcken er tó á pappírinum greiður favorittur at fara víðari. Seinni dysturin verður spældur í Svøríki mikukvøldið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2023
Um KÍ vinnur samlað á Häcken, møta føroyameistararnir Molde ella HJK Helsinki - í Europa League er tað Galatasaray ella mest sannlíkt Zalgiris Vilnius
Eftir at lutakast hevur verið til 3. umfar í bæði Champions League og Europa League er greitt, hvørjum KÍ kann møta - um so føroyamestararnir koma víðari hesa ferð ella ikki.
Champions League:
Um KÍ megnar at vinna samanlagt á svensku meistarunum, BK Häcken, bíðar vinnarin av hesum dystinum í 3. umfari:
HJK Helsinki (FIN) / Molde FK (NOR)
Molde FK er gamla felagið hjá norsku KÍ-venjarunum, Magna Hoseth og Daniel Berg Hestad, umframt verjuspælaranum Vegard Forren.
Sivert Gussiås er eisini úr Molde og hevur spælt við ungdóms- og eykaliðnum hjá felagnum. Í Molde-økinum hava tey fylgt við Champions League-luttøkuni hjá KÍ higartil og legendunum í felagnum. Norsku meistararnar eru í favorittleiklutinum móti teimum finsku.
Daniel Berg Hestad hevur metið fyri dystir við Molde, og í bestu norsku deildini sum heild, og hann og Magne Hoseth (mynd) hava vunnið fleiri steyp við felagnum, ið KÍ skjótt kann renna seg í (Mynd: Sverri Egholm)
Europa League:
Um KÍ tapir samanlagt í øðrum umfari í Champions League, bíðar taparin í hesum dystinum í 3. umfari í Europa League:
FK Žalgiris Vilnius (LTU) / Galatasaray A.Ş. (TUR)
Her er tað mest sannlíkt, at KÍ rennir seg í litaviska liðið. KÍ og Zalgiris spældu í Europa League í 2018. Tá endaði tað 1-2 í Føroyum og 1-1 í Vilnius. Harvið kom felagið, sum nú er litaviskur meistari, tepurt víðari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2023
B36 var á odda 2-0, men ósketni og nakað av tilvild gjørdu, at Haverfordwest fekk eitt brúkiligt útgagnsstøði
B36 gjørdi tvey góð mál í Gundadali hóskvøldið, og hóast tað og ein evropeiskan sigur, so kundi nøgdsemið verið størri í B36-leguni.
Tað var týðiligt beinanvegin, at heimaliðið var omaná, og byrjanin var eisini framúr við vælspælda málinum, sum Hannes Agnarsson átti seinasta fótin á. B36 søkti eisini eftir fleiri málum, men fór niður í góðsku sum hálvleikurin leið. Hetta skuldi síggjast aftur seinni.
B36 legði eisini bragdliga fyri í seinna hálvleiki, og Hannes var eisini ógvuliga nær við at økja eftir gott frísparksinnlegg frá Jann Benjaminsen. Haverfordwest royndi at fara longur upp at trýsta, og tað gav heimaliðnum pláss, sum varð gagnnýtt, tá ein tími varð spældur. B36 fekk skift síðu skjótt, Bjarki Nielsen setti vongbakkin av og fann við vinstra beininum Andrass Johansen, ið setti sín vinstra fót væl á.
2-0, tamarhald tyktiskt vera á tí, og um nakað kundi man vónað, at B36 bara betraði um útgangsstøðið. Teir í hvítum tyktuskt tó ikki at hugsavna seg heilt og rætt síðsta partin av dystinum, og nógv mistøk vórðu gjørd við bóltinum. Haverfordwest kom eisini til eina fína støðu, tá eitt korter var eftir, eftir ivasamt verjuspæl, og fimm minuttir seinni var galið. Eingin steðgaði heilt innlegginum, og so fekk áleyparin Martell Taylor-Crossdale, við fortíð í ungdómsliðunum hjá Chelsea, prikað bóltin í málið.
2-1 gjørdist úrslitið, ið teir á útiliðnum ikki tyktiskt vera heilt ónøgdir við. Hjá B36 var tað blandað. Tað er eingin ivi um, at liðið hjá Dan Brimsvík stendur í fínari støðu, í mun til at koma víðari til triðja umfar, men eftir dystargongdini og hvussu mótstøðuliðið til tíðir sá út, kundi tað eisini verið betri.
Conference League 2. umfar, fyrri dysturin
Gundadalur, 27. juli
B36 - Haverfordwest 2-1
11' Hannes Agnarsson (Andrass Johansen) 1-0
60' Andrass Johansen (Bjarki Nielsen) 2-0
80' Martell Taylor-Crossdale 2-1
B36 (4-2-3-1): Mattias Lamhauge - Símun Sólheim (90' Benjamin Heinesen), Isak Jönsson, Magnus Egilsson, Jann Julin Benjaminsen - Andrass Johansen, Eli Falkvard Nielsen (85' Aron Knudsen) - Taufee Skandari (85' Mattias Hellisdal), Michal Przybylski (73' Valerijs Sabala), Bjarki Nielsen (85' Emil Weihe Joensen) - Hannes Agnarsson
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2023
Hetta eru møguleikarnar hjá B36, um liðið hjá Dan Brimsvík kemur víðari úr øðrum umfari. Kroatiska liðið, Riejka, hevur áður spælt í Føroyum
Hósdagin spældu B36 og á Haverfordwest County AFC fyrra dystin í øðrum umfari í Conference League. Og í komandi viku hittast liðini aftur í Wales.
Um B36 megnar at spæla seg víðari móti walisiska liðnum, so bíðar mótsstøða úr Kroatia ella Kosovo.
HNK Riejka er greiður favorittur at koma víðari móti KF Dukagjini. Kroatiska liðið sló Víking út úr triðja umfari í Europa League í 2014 við 9-1 sigri samanlagt.
B36 byrjar aftur á heimavølli, um liðið kemur víðari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2023
AB basti B68, er av aftasta plássinum, og úrslitið gjørdi botnstríðið uppaftur tættari. Tað endaði eisini 3-1 í Sørvági: 07 Vestur avgjørdi seinastu løtuna móti EB/Streymi
Tveir dystir í 16. umfari í Betrideildini hjá monnum vórðu spældir hóskvøldið, nú kappingin fór í gongd aftur.
Á Argjum var ólavsøkuhýrurin góður, nú AB vann annan dystin á rað og sín triðja í kappingini. B68 varð sent heim við 3-1 tapi, og tað sær ógvuliga tungt út hjá Jákupi á Borg og hansara monnum, sum nú eru beint við niðurflytingarstrikuna.
AB skoraði tvey mál innan tríggjar minuttir í fyrra hálvleiki, og legði harvið grundarlagið. B68 hevði sínar møguleikar, men inn fór bólturin ikki, og tá Brian Jakobsen skoraði sítt seinna mál í dystinum í 66. minutti var so at siga avgjørt. B68 minkaði í yvirtíðini.
B68 og EB/Streymur vóru fyri tapi - serliga hjá B68 var tað ein smeitur (Mynd: Sverri Egholm)
Uros Stojanov var aftur á vøllinum ,og skoraði tvey mál í sigrinum hjá 07 Vestur (Mynd: Sverri Egholm)
Tað endaði eisini 3-1 í Sørvági, har EB/Streymur vitjaði. Útiliðið legði seg annars á odda í 43. minutti. Uros Stojanov javnaði við brotssparki beint fyri steðgin, og Uros og innskifti Jasper van der Heyden stóðu fyri málunum seint í dystinum, sum tryggjaðu 07 Vestur trý týdningarmikil stig í topp-fýra stríðnum.
Góð byrjan hjá Lars Arne Nilsen í venjarastarvinum - tvey stig eru nú upp til Víking. EB/Streymur er partur av niðurflytingarstríðnum, og nú er strikan nærri. AB er trý stig aftanfyri.
Í dag, ólavsøkudag, spæla TB og ÍF seinasta dystin í umfarinum - á Tórsvølli. Topp-fýra liðini spældu sínar dystir í 16. umfari síðst í mai, vegna evropeiska luttøku.
Betrideildin 16. umfar
Hósdagin 27. juli
AB - B68 3-1 (2-0)
18' Brian Jakobsen 1-0
19' Ragnar Skála 2-0
66' Brian Jakobsen 3-0
90 (+7)' Hanus Højgaard 3-1
07 Vestur - EB/Streymur 3-1
43' Filip Djordjevic 0-1
45 (+1)' Uros Stojanov, br. 1-1
81' Jasper van der Heyden 2-1
83' Uros Stojanov 3-1
Ólavsøkudag 29. juli
Kl. 17: TB - ÍF (Tórsvøllur)
Støðan:
1. KÍ 48 stig
2. B36 36 stig
3. HB 35 stig
4. Víkingur 27 stig
5. 07 Vestur 25 stig
6. TB 15 stig *
7. EB/Streymur 13 stig
8. B68 11 stig
9 AB 10 stig
10. ÍF 9 stig *
* Ein dyst færri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2023
Hetta váttar hann fyri svenska Aftonbladet. - Tað er sannlíkt, at vit finna semju, sigur 63-ára gamli venjarin. Sambært upplýsingum hjá Portalinum hevur verið tosað um fýra ár afturat
Håkan Ericson varð kunngjørdur sum nýggjur føroyskur landsliðsvenjari í desember 2019. Størsta avrikið sum venjari stóð hann fyri á sumri 2015, tá hann stjórnaði svenska U21-landsliðnum til EM-gull.
Håkan Ericson og Fótbóltssamband Føroya gjørdu ein fýra-ára sáttmála, og á ymsan hátt varð ein nýggj kós sett fyri A-landsliðið. Bestu úrslitini higartil eru komin í Nations League, har Føroyar hava vunnið seg upp í Deild C – næstlægstu deildina – og hildið sær har eftir dystir móti liðum, sum eru betri enn Andorra og Malta. Nations League í fjør endaði við 2-1 sigri á Turkalandi á heimavølli, og føroyska liðið tykiskt at vera flutt rætta vegin kropsliga íhvussu er.
Í HM-undankappingini í 2021 og í EM-undankappingini higartil í ár eru einastu stigini komin til høldar móti Moldova (tvær ferðir 1-1 á útivølli og 2-1 sigur á heimavølli) Føroyar hava tó verið væl við í teimum flestu dystunum og hava verið tætt við at fáa “stór stig”: Danmark og Skotland heima og Ísrael úti har eitt mál hevur verið á muni, og mótstøðuliðini hava skorað seint.
Nakað av atfinningum hava, sum verða man, verið um landsliðsvenjaran: Um avrik, avgerð undir dystum og úttøkur. Sumt hevur gott grundalag verið í – sumt ikki ella als ikki. Nøkur heldur ljót tap/avrik hava eisini verið. Nú sáttmálin hjá Håkani Ericson gongur út eftir hesa undankappingin, hevur spurningurin verið reistur nakrar ferðir, um hann og toymi munnu fara at halda fram. Søgur hava eisini gingið um nýggjan sáttmála.
Håkan Ericson, hjálparvenjarin Eli Hentze og málskjúttin Brandur Hendriksson eftir minniliga fyrsta dystin hjá nýggja toyminum. Eingir áskoðarar vóru at fegnast saman við teimum, eftir at skálvíkingurin hevði skorað til 3-2 við beinleiðis frísparki í yvirtíðini (Mynd: Jens Kr. Vang)
Heimasíðan bolt.fo spurdi beinleiðis landsliðsvenjarin um framtíð hansara og áhugan at halda fram. Hetta var eftir síðsta dystin, sum var móti Albania á Tórsvølli (1-3). Håkan Ericson viðmerkti bert smílandi: “Onga viðmerking”
Fyri miðli í heimlandinum hevur hann tó latið meira upp. Hetta í samband við at Håkan Ericson hevur sett nøkur orð á KÍ – BK Häcken sum partur av upptaktini hjá stóra svenska Aftonbladet. Í tí partinum, har Håkan Ericson ikki tosar um Champions League-dystin í Klaksvík mikukvøldið, sigur landsliðsvenjarin soleiðis um sína støðu:
– Jag har blivit erbjuden en förlängning. Det kan nog bli så att vi blir överrens om det, men inget är påskrivet än, säger han.
Tað vil siga: Håkan Ericson hevur fingið bjóðað ein nýggjan sáttmála. Tað eru sum so góð sannlíkindi fyri, at vit finna eina semju, men einki er undirskrivað enn.
Svenski landsliðsvenjarin umhugsar í løtuni framtíðina (Mynd: Sverri Egholm)
Bólturin liggur sostatt á hálvuni hjá Håkani Ericson. Fyribils hevur hann seks dystir eftir sum føroyskur A-landsliðsvenjari, men hetta kann gerast talan um væl longri tíðarskeið.
Sambært nøkrum keldum frá Portalinum hava partarnir tosa um at leingja samstarvið við fýra árum. Tað vil siga, at Håkan Ericson møguliga verður til og við 2027.
Hetta er tó ikki váttað, og tað er helst ikki heilt ósannlíkt, at longdin á nýggja sáttmálanum, sum liggur á borðinum, er tvey ár – eina Nations League og eina undankapping afturat. Sum landsliðsvenjarin sjálvur sigur við svenskar miðlar: Einki er endaliga komið uppá pláss enn.
Føroyska A-landsliðið við monnum er aftast í sínum bólki. Liðið spælir aftur í september. Tá eru uppgávurnar Poland á útivølli og Moldova á Tórsvølli.
Her ber annars til at lesa, hvussu Håkan Ericson sær uppá KÍ - Häcken. Millum annað heldur landsliðsvenjarin, at tað er umleið 80-20 prosent til svensku meistararnar, men at KÍ hevur gjørt nógv rætt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2023
Talan er um góða fíggjarliga avtalu, skrivar felagið. Umframt ikki upplýsta upphædd, hevur HB tryggjað sær ein prosentpart av møguligari víðarisølu av unga og evnaríka áleyparanum
Týsdagin komu tíðindi fram, frá millum annað Tipsbladet um, at Mads Borchers var á veg til botnliðið í bestu svensku deildini, Varbergs BoIS. Ólavsøkuaftan váttaði HB so skiftið.
Á heimasíðu sínari skrivar havnarfelagið, at avtala er gjørd millum HB og Varbergs BoIS um sølu av Mads Borchers.
- Hóast tað altíð er keðiligt at missa sínar bestu spælarar, eru vit í HB errin av, at vit enn einaferð kunnu senda spælarar víðari út í heim at fylgja dreyminum um eina yrkisleið. Hetta hevur í nógv ár verið eitt mál hjá felagnum.
Sambært HB er talan eisini um eina góða avtalu fíggjarliga fyri felagið. HB fær eina upphædd frá Varbergs BoIS - tað verður ikki upplýst hvussu stóra - umframt at felagið hevur tryggjað sær ein prosentpart av møguligari víðarisølu. Tað vil siga, at um svenska felagið selur Borchers víðari, so fær HB nakað av peningi afturat fyri hann.
HB keypti 21-ára gamli danski áleyparin frá Esbjerg í vetur - 07 Vestur leigaði hann í fjør. Mads Borchers hevði sáttmála við HB til og við 2024, og tí skuldi Varbergs BoIS keypa hann leysan.
Hørður Askham og Mads Borchers eru farnir úr felagnum hesa vikuna (Mynd: Sverri Egholm)
Mads Borchers kom til 07 Vestur í fjør og hevur skotið 22 mál í 47 dystum í Føroyum. Sterki vinstrabeinti spælarin hevur níggju upplegg í Betrideildini í ár. Eingin hevur fleiri, og eru góðu avrikini í føroyskum fótbólti helst grundarlag fyri áhuganum úr fremstu røð í Svøríki.
Mads Borchers hevur spælt allar dystirnar fyri HB í ár, og verður ein missur í álopsspælinum. Hørður Askham er júst farin úr HB til danska AB, Daniel Johansen skiftir til danska Thisted og Teitur Matras Gestsson og Samuel Johansen Chukwudi eru skaðadarvaðir.
HB er úti av Evropa, men hevur møguleika at vinna steypakappingina. Í Betrideildini liggur liðið á 3. plássi, 13 stig aftan fyri KÍ. Liðið spælir aftur sunnudagin 6. august móti AB.
Keldur: Faroesoccer, bolt.fo, hb.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2023
KÍ styrkir nú um fysisika partin. 25-ára gamla Elisabet Vang úr Hoyvík var fysisikur venjari í felagnum í 2021 og 2022 og vendir nú aftur til Klaksvíkar
Hon hevur verið burtur, tí hon hevur vant og kappast í USA sum yrkisítróttarfólk innanfyri tað, sum nevnist bikini fitness. Nú flytir Elisabet Vang fyribils aftur til Føroyar, og fer millum annað at fáast við fótbólt aftur.
Hon hevur spælt fyri B36 og føroyska A-landsliðið men gavst eftir kappingarárið í 2020, tí hon gjørdist fysisikur venjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ. Í fjør gjørdist uppgávan størri, har Elisabet hevði meira við Betri-kvinnur og ungdómsliðið at gera, umframt stóru uppgávuna við Betri-menn.
Seinastu tíðina hevur samband verið millum Elisabet Vang og KÍ, umframt at í hvussu er eitt annað føroyskt felag hevur roynt at fingið fatur á henni. Nú er ein sáttmáli komin uppá pláss í Klaksvík
- Vit eru errin av at kunngerða at Elisabet aftur er ein partur av venjaratoyminum sum fysiskur venjari. Vit hava sera góð úrslit at vísa á frá 2021-2022 tá Elisabet var fysiskur venjari hjá KÍ og gleða okkum til eina spennandi tíð.
Soleiðis skrivar KÍ á heimasíðu sínari, í samband við at ein avtala er komin uppá pláss millum partarnar. Tað verður ikki upplýst, hvussu leingi Elisabet Vang verður fysisikur venjari í felagnum á hesum sinni.
KÍ hevur eina rúgvu av dystum fyri framman, og næsta uppgávan er BK Häcken í Champions League í Svøríki. Tað stendur 0-0 eftir fyrra dystin, sum var mikukvøldið í Klaksvík.
Elisabet Vang skal nú samstarva við Magne Hoseth (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2023
Íslendska felagið hevur longu Pætur Petersen í hópinum, og hevur evropeiskar uppgávur og steypafinalu fyri framman. Jóan Símun skal nú styrkja um liðið restina av árinum
Føroyski landsliðsspælarin, Jóan Símun Edmundsson, skal nú spæla við íslendska felagnum KA. Tað boðaði felagið frá á heimasíðu síni í vikuni.
Felagið skrivar, at royndi føroyski landsliðsframherjin hevur skrivað undir sáttmála, ið er galdandi fyri restina av kappingarárinum.
Felagið skrivar, at nýggi spælarin hevur spælt í stórum feløgum sum Newcastle, Viking, Fredericia, Vejle, OB, Arminia Bielefeld og seinast Waasland-Beveren. Jóan Símun var nú sáttmálaleysur. Ísland verður sjeynda landið, sum skjótt 32-ára gamli føroyingurin spælir í til dagliga.
Á Akureyri verður fegnast um, at man hevur fingið ein mann við 79 A-landsdystum og ein so royndan og dugnaligan álopskendan spælara í hópin undan evropeisku uppgávunum móti Dundalk - fyrri dysturin var á heimavølli hóskvøldið. Seinni í ár skal KA spæla steypafinalu.
Mynd: KA Akureyri
Pætur Petersen spældi stóran leiklut í at tryggjað KA hetta plássið, og skálvíkingurin og toftamaðurin verða nú liðfelagar og skulu royna at syrgja fyri málum og øðrum fyri teir í gulum og bláum.
Sambært KA Akureyri kundi "hesin kraftmikli álopskendi álopskendi spælarin" møguliga longu fáa sín fyrsta dyst í búnanum hóskvøldið, tá Dundalk vitjaði til Conference League-dyst.
Jóan Símun Edmundsson og KA-venjarin, Hallgrímur Jónasson, kennast frá tíðini í OB.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2023
Uppflytararnir taptu 1-0 á útivølli móti AGF farna vikuskiftið. Tvøramaðurin spældi fullan dyst
Fyrsta umfar í Superliguni varð spælt farna vikuskiftið, og ein av dystinum var AGF-Vejle. Vejle er uppflytari og hevði føroyskan landsliðsspælara á vøllinum allan dystin.
Gilli Rólantsson Sørensen hevur í summar skift til Vejle úr TB. 30-ára gamli tvøramaðurin spældi allar 90 minuttirnar á høgra vongbakki. Hetta var fyrsti dysturin hjá Gilla í Danmark síðani 2016. Hann hevur síðani spælt í nógv ár í Noregi og síðstu mánaðirnar við barndómsfelagnum TB Í Betrideildini.
Nú spælir Gilli Rólantsson við einum uppflytara í bestu donsku deildini, og Vejle byrjaði kappingarárið við teprum ósigri. Einasta málið í dystinum kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Tobias Bech skoraði, eftir at Vejle-verjan ikki fekk ruddað bóltin burtur.
Gestirnir royndu at trýsta eftir steðgin, men Vejle spældi seinasta hálva tíman í Aarhus við tíggju monnum, tí Tobias Lauritsen fekk beinleiðis reytt kort í 59. minutti við vandamiklari takkling.
Vejle spælir aftur ólavsøkudag, tá FCK kemur á vitjan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2023
Landsliðsmiðverjin skiftir úr HB, og hevur hann skrivað undir sáttmála galdandi til 2025 við AB í Gladsaxe. AB-venjarin fegnast um nýggja spælaran
Týskvøldið vórðu tíðindini staðfest um, at føroyski landsliðsleikarin, Hørður Askham, nú skal spæla í danska felagnum AB, sum spælir í triðbestu deildini. Tá kundi AB kunngera, at Hørður hevur skrivað ein tvey ára sáttmála.
- Við sær tekur Hørður Askham eina rúgvu av royndum frá evropeiskum kappingum og landsiðsfótbólti. Í sínari tíð í HB spældi hann í fimm Champions League-dystum og 10 Europa League-dystum. Askham hevur eisini umboðað Føroyar, og spældi hann millum annað móti Danmark í Parkini í november 2021.
Høvuðsvenjarin David Roufpanah er ógvuliga væl nøgdir við, at hann nú hevur 28-ára gamla føroyingin tøkan
- Askham kemur við umfatandi royndum frá dystum á høgum stigi. Sum spælari hóskar hann væl inn í okkara leikhátt. Hann hevur eina blanding av fysisikari styrki og góðum alveringsspæli(...) Hann kemur eisini í hópin við einum góðum hugburði og einum ynski um at menna seg sjálvan og liði.
Hetta er fyrstu ferð, at Hørður Heðinsson Askham fer at spæla fótbólt uttan fyri landoddarnar til dagliga. Skjóti og sterki verjuspælarin skal eisini taka útbúgving í Danmark.
Hørður í grøna búnanum hjá siðbundna felagnum norðanfyri Keypamannahavn. AB spælir í løtuni í triðbestu deildini í Danmark (Mynd: ab-fodbold.dk)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2023
Danski áleyparin fer at skriva undir við Varbergs BoIS, sum stríðist fyri lívinum í bestu svensku deildini. Hetta skriva bæði svenskir og danskir miðlar
Í vetur keypti HB Mads Borchers leysan úr Esbjerg, og nú sær út til at havnarfelagið fer at selja hann.
Danskir og svenskir miðlar vildu í vikuni í øllum førum vera við, at samráðingar eru í gongd í Svøríki, har Borchers er staddur og eisini hyggur eftir umstøðunum. Tað skrivar Tipsbladet, útfrá tí sum danski ítróttarmiðilin skýrir "sínar upplýsingar".
Svenski miðilin FotbollDirekt skrivar, at botnproppurin Varbergs BoIS nú keypir inn, og fær sær danskan álopsspælara við góðum tølum úr Føroyum. Til ber ikki at lesa greinina uttan eitt hald, men hetta framgongur í innganginum.
Mads Borchers hevur sanniliga sett sín dám á føroyskan fótbólt, síðani ungi danin kom til 07 Vestur úr Esbjerg á vetri 2022 (Mynd: Sverri Egholm)
Sambært Tipsblaðnum manglar lítið, fyri at flytingin fer ígjøgnum, og at ein sáttmáli til og við 2025 verður gjørdur. Um so er, at liðið úr Allsvenskan skal fáa Borchers, so eigur HB at fáa pening fyri hann. 21-ára gamli danski áleyparin hevur sáttmála við HB til og við 2024.
Mads Borchers kom til 07 Vestur í fjør, og hevur skotið 22 mál í 47 dystum í Føroyum. Sterki vinstrabeinti spælarin hevur, sambært bolt.fo, níggju upplegg í Betrideildini í ár. Eingin hevur fleiri, og eru góðu avrikini í føroyskum fótbólti helst grundarlag fyri áhuganum úr Svøríki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2023
Hon fer at spæla í bestu kvinnudeildini á sama liði sum fyrrverandi liðfelagin, Jensa Tórolvsdóttir
FC Thy-Thisted Q fær tilgongd av enn einum leikara úr Víkingi. Felagið í Eysturkommunu kunngjørdi í vikuni, at Mona Rasmudóttir skiftir til FC Thy-Thisted Q, sum spælir í bestu kvinnudeildini.
Um skiftið sigur Mona, at hon hevði brúk fyri at royna okkurt nýtt og øðrvísi í tí annars vanliga gerandisdegnum, og tá møguleikin um at skifta til Thisted kom, valdi hon at taka av møguleikanum.
- Umstøðurnar og liðandin í Thisted er sera góður, og eg haldi at hetta er tað rætta staði fyri meg, at menna meg bæði sum fótbóltsspælara, men eisini persónliga. Eg eri sera spent uppá hesa nýggju avbjóðingina og málið er sjálvandi at fáa so nógvir minuttir sum møguligt á besta liðnum hjá teimum, sigur Mona Rasmudóttir við heimasíðuna hjá Víkingi.
Hetta má sigast at vera enn ein missur hjá Víkingi, nú enn ein landsliðsleikari fer av landinum at spæla.
Víkingur sigur tó, at dyrnar í Sarpugerði altíð standa opnar, um Mona Rasmudóttir skuldi vent nøsina heimaftur einaferð í framtíðini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2023
- Og tað eydnast eisini væl at royna 5-1 verjuskipanina við Jákupi Egholm fremst, tó at verjan sum heild skal standa betur, staðfestir Hjalti Mohr Jacobsen, U19-landsliðsvenjari
Føroyska U19-manslandsliðið spældi farna leygardag fyrra av tveimum venjingardystum farna vikuskiftið. Hetta er ógvuliga týðandi liður í fyrireikingum til HM-endaspælið í Kroatia í næsta mánaða, staðfesti venjarin Hjalti Mohr Jacobsen fyri Portalinum eftir dystin á Eiði:
- Hesir venjingardystirnir hava nógv at siga. Vit spæla ikki so nógvar dystir - hetta liðið hevur ikki spælt saman síðani EM-endaspælið í Montenegro í fjør, og tað eru ellivu mánaðir síðani. Tað er nakað annað at venja, hygja eftir video o.s.fr, og so veruliga at royna tað í dysti, so vit fáa brúkt hetta vikuskifti móti íslendingum til heilt nógv.
Føroyar vunnu dystin 36-33, og tað var nógv at vera nøgdur við hjá venjaranum. Serliga álopsspartinum og nakað nýtt í verjuni við blaðungum hoyvíkingi sum fremsta manni.
- Millum annað dekka vit nógv 5-1 við Jákupi Egholm fremst, sum vit ongantíð hava roynt áður. Tað er gott at fáa data uppá tað, og tað sá út til at eydnast øgiliga væl - Jákup fangaði millum annað nakrar bóltar. Álopið hjá okkum sær eisini út til at vera øgiliga gott. Vit spæla okkum til góðar møguleikar í næstan hvørjum álopi, og tað er ótrúliga gott
Ísland hevði torført at steðga Óla Mittún (11 mál og nógv upplegg) umframt nógvum øðrum hjá Føroyum (Mynd: Andrei Antal/HSF)
Jákup Egholm varð kosin besti vinstri vongur í European Open - fyri U17-lið herfyri. 15-ára gamli hoyvíkingurin skoraði næstflest mál í kappingini, og hevur hann eisini ein sereginleika at verja álopskent (Mynd: HSF)
Hjalti Mohr Jacobsen staðfestir eisini, at man møtir einum góðum íslendskum liði, og føroyska liðið hevði ávísar trupulleikar í verjupartinum á Eiði.
Liðið spældi nýggjan dyst dagin eftir. Hesin dystur varð spældur í Vestmanna, og hesaferð vunnu íslendingar 33-30.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2023
Sterki strikuspælarin var ársins stjørnuskot síðsta kappingarár, og skal hann nú styrkja um liðið hjá greipuvinnarunum
Tað hevur ligið í luftini í eina tíð, og nú er tað kunngjørt: Ísak Vedelsbøl er nú H71'ari.
Nú 18-ára gamli strikuspælarin er stórur, sterkur og snildur og ger stóran mun fyri síni lið - í bæði álopi og verju. Tað er ætlanin, at hann skal gera tað fyri H71 í føroysku kappingunum og í Evropa í 2023/2024.
Ísak hevur annars altíð umboðað Neistan í Føroyum, og síðsta kappingarár gjørdist hann ársins stjørnuskot hjá monnum.
Ísak Vedelsbøl saman við ítróttastjóranum og øðrum av mansvenjarunum í H71, Djóna Gaard Joensen (Mynd: H71)
Ísak Vedelsbøl var fyrr í summar við U21-landsliðnum til HM í Týsklandi, har hann vísti seg væl fram.
Í løtuni fyrireika Ísak og U19-liðfelagarnir seg til HM-endaspælið í Kroatia, sum byrjar mikudagin. Har verður nýggjasti H71-spælarin ein lykil hjá Føroyum, um tað skal gangast væl.
Ísak Vedelsbøl var stórspælandi móti millum ananð Spania í Týsklandi herfyri...
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2023
Strikuspælarin Christian Bonde hevur royndir frá eitt nú Århus Elite
StÍF og danin Christian Bonde hava gjørt avtalu um, at hann fer at spæla við mansliðnum komandi kappingarár, skrivar heimastíðan hjá Stranda Ítróttafelag.
Christian er 23 ára gamal. Hann vaks upp í lítla danska býnum Odder. Christian hevur spælt hondbólt síðan hann var smádrongur. Hann gleðir seg at koma at spæla á StÍF-mansliðnum. Hann er ein sterkur strikuleikari og hevur spælt við Århus Elite håndbold; seinasta kappingarár spældi hann við 1. deild hjá Odder håndbold.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2023
Til minnis um Jens Eli Højgaard Ellefsen
Góði Jens Eli.
Tað var nú óluksáligt, at vit ikki fingu ein túr afturat. Ein túr afturat út í okkara fagra og fjølbroytta land. Við søgum og sangi og skemti. Við hjartalagi, minnum, bygdasøgu, tjóðarsøgu, tjóðarbygging og beinraknum lýsingum av politikki, vinnu, mentan – og av allari verðini.
Tú vart í sjálvum tær ein heil verð. Ein heil øld og ein heil tjóðarmentan í livaðum lívi. Rótfestur í øllum tí arbeiðssemi, teimum virðum og tí lívsmóti, sum hevur bygt heimbygdina, Miðvág, móðurættarbygdina, Rituvík, og hetta landið í meira enn 43 ættarlið.
Og samstundis ímyndin av tí áræði at skapa nýtt. At nútímansgera og at lyfta Føroyar og føroyingar út í heimsins meldur og møguleikar. Tú tvinnaði hesar verðirnar og hesar stórbroytingar í Føroya søgu saman í tínum lívi, tíni vinnu, tínum yrkingum og í tínum persóni. Á sjógvi og landi. Á trøðni í Miðvági og um alt Norðuratlantshav. Ein persónligheit og eitt mentafólk, ið fylti eitthvørt rúm ella pláss, og fekk øll at kenna seg væl og vird – og at skemtast og fegnast um lívið.
---
Tá ið tú í einari av tínum frálíku yrkingum sigur:
“Minnast tit friðin um bygdina lá,
øll høvdu tíð at liva,
skemtandi menn undir hjallum tú sá,
tímatabell var ei skrivað.”
So meinti tú hetta sjálvandi av innasta hjarta, og hetta var ein inngrógvin partur av tær. Men samstundis vart tú ongantíð í friði við tínum egnu verkætlanum og hugskotum og dirvinum at royna nýggjar og ókendar leiðir. Til tess at skapa nýtt og lata upp nýggjar møguleikar. Fyri heimbygdina, oynna og fyri tjóðina.
Óteljandi eru tær verkætlanir og víðsjónir, ið tú hevur gingið á odda fyri og lopið beint í. Á sjógvi og landi. Og sum hjá øllum undangufólki, so rendi tú teg mangan beint ímóti og í trupulleikar. Men tú reisti teg altíð aftur, og herjaði beint á aftur við sama ótroyttiliga hugburði um, at alt man fara at ganga.
Vissur skalt tú vera um, at alt, tú hevur sett í verk og skapt og droymt, fer at koma undan og liva sítt fríska lív í ókomnum ættarliðum. Tó at tú ikki fekst ta verðsligu og materiellu lønina hesumegin – og kundi slakkað av og seta teg upp afturá saman við Emmy, sum hevur stríðst saman við tær í øllum, tú og tit fóru undir og fingust við. Men tað hevði tú nú heldur ongantíð gjørt kortini. Tú hevði farið beint undir tað næsta og satsað alt. Snobbarí og at stremba eftir at seta teg sjálvan høgt, var ikki skapt í tær.
---
Tú rendi ofta gronina beint ímóti. Men tú manst tú vera eitt av teimum heilt fáu menniskjum í heiminum, sum ongantíð hevði gron.
Eg fekk tann framíhjárætt at vera saman við tær í Grønlandi, tá eg sum sjónvarpsmaður saman við Bjarnheðini í Hoyvík og Mikkjali Øster, fekk heiðurin at gera fimm sendingar um Grønlandsútróðurin hjá føroyingum. Tað vóru tit í Lions Club í Vágunum, sum høvdu savnað pening inn og strongdu á at fara aftur á gomlu slóðirnar og plássini.
Við vóru tú og fleiri av útróðrarmonnunum, sum høvdu búleikast og stríðst helvtina av árinum úti í oyðimørkini við vesturstrond Grønlands við at vinna inntøku og úrtøku til familjurnar, heimbygdirnar og landið – frá síðst í 1930-árunum og upp gjøgnum fjøruti, fimmti og sekstiárini. Hartil vóru Svend Thulesen, sáli, fyrrverandi stjóri á Nordafar í Føroyingahavnini, og hjálparmenn úr Vágunum við sum navigatørar, maskinmenn o.a.
Vit høvdu leigað ein gamlan løgreglubát í Grønlandi, loystu úr Narsassuaq og fóru so norðureftir á gomlu útróðrarplássini: Borgshavn, Kangersuq, syðru og norðaru havn í Ravnoynni, gomlu og nýggju Føroyingahavnina. Henda ferðin gjørdist markabrótandi hjá okkum, ið sluppu at uppliva, síggja, hoyra og skjalprógva ta ómetaligu søgu og tann týdning, sum Grønlandsútróðurin hevur havt fyri Føroyar og so mangar bygdir og familjur.
Gloymi ongantíð, tá ið vit úr mjørka innanskers stevndu inn á Borgshavn, ið opinberaði seg sum ein grýta í fagrasta sólskini, og tú stóð frammi á hvalabakinum og greiddi frá um ymsu skúrarnar og plássini, sum dagaðu undan. Skúrarnar hjá m.ø. víkarmonnum, skúvoyingum, kollfirðingum, toftamonnum, nólsoyingum, sandoyingum og suðuroyingum – og sjálvsagt tín egna skúr hjá miðvingunum í Rasmusarvíkini – og um øll staðarnøvnini, ið tit høvdu sett á alt, tá ið tit gjørdu nýtt landnám langt úti í óbygdum. Tú vart rørdur og tikin úr leikum sum frásøgumaður. Ein fongur fyri eina mikrofon, eitt sjónvarpstól og søgufólk.
Vit búleikaðust umborð í nokk so trongari aptering í knappar tríggjar vikur. Provianteraðu í Narsaq og Arsuk og skiftust um skaffivaktirnar umborð. Og tað er ikki at taka nakað frá nøkrum, at tú fekst alt at bera til og fekk allar at trívast, skemta og skapa vinarlag.
Uttan mun til, hvussu gekk, og ikki minst tá ið vit rendu okkum í trupulleikar ella ósemjur, so segði tú tíni kendu orð: “Man tað ikki fara at ganga?” Ella tá ið vit purraðu út – eisini eftir okkurt fríkvøldið, tá ið vit høvdu fingið upp í nevið, og høvdu sungið og skemtað undir harmonikuni hjá tær, og menn vóru hundasjúkir morgunin eftir – so vart tú altíð fyrstur úr koyggjuni í lýsingini og segði: “Er lívið ikki herligt?”
---
Alt hetta hevur broytt meg og fylgt mær síðani á lívsleiðini. Og eg var sera fegin um, at vit síðani hildu vinskapin við líka, og at tú við altíð fyndugum viðmerkingum segði mær tína greiðu hugsan um politikk og samfelag. Meira hittinorðaðan mann, skulu vit leita leingi eftir í heiminum. Hvør setningur sat við eyðkenda miðvágsmálinum sum eitt listarverk og ein skemtisøga í sjálvum sær.
Seinastu árini hava vit eisini havt ta frægd, at tú hevur verið við – eisini saman við Svend Aaga – tá ið hoyvíkingar árliga hava skipað fyri eini útferð á ymisk forkunnug pláss í landinum. Tað hevur verið ógloymandi – og vit høvdu júst tosað við teg um, at tú skuldi náa eina útferð afturat eftir ólavsøku. Tað eydnaðist akkurát ikki. Men tú fert at vera ljóslivandi millum okkum, tá ið vit hittast á ferðum og í vertskapi. Eins og tú sjálvsagt fer at vera tað hjá øllum tínum kæru og tíni stóru og fjølbroyttu familju, sum tú setti so høgt og var miðdepil og kveikjari í.
Óli, versonur tín, tók fyri góðum trimum vikum síðani stig til, at vit ein morgunin stukku inn á gólvið í Undirhúsinum í Miðvági, har tú vart fastur fúsur. Bróðursynirnir, Jógvan og Árni, og so Jákup Símun í Hoyvík og eg, fingu eina ógloymandi løtu saman við tær, Óla og teimum blíðu undirhúsmonnunum, har vit skemtaðu og tosaðu um politikk, heimin og ikki minst um allar teir varðar, tú hevur lagt eftir teg í heimbygdini: Bygdarhúsið, fótbóltsvøllin, ítróttin, yrkingarnar, sangin, dansin, mentanina, kirkjugongdina og vinnulívið. Vit eru so sera takksamir fyri, at henda løtan untist okkum.
---
Henda reglan: “Treiskir teir bygdu á kroppinum land”. Úr yrkingini hjá tær: “Nú sólin sær søkir hav”, sum Tórshavnar Manskór sang so magnað og vakurt í Miðvágs Kirkju til jarðarferðina. Hon er ein einastandandi lýsing av tí seiggi, sum hevur vunnið lívskor og skapað tjóð í hesum landi. Og hetta livdi tú sjálvur.
Nú orkaði kroppurin ikki meira. Hóast knokkurin, lívshugurin, skemtiliga sálin, ætlanirnar fyri framtíðina og alskurin til Emmy, børn, abbabørn systkin og til alla familjuna vóru á hægsta blussi til tað síðsta. Allar samkenslukvøður fara til tykkara.
Sólin hjá tær hevur nú søkt hav. Men vesturskinið fer at lýsa frá henni í so nógvum virksemi og felagsskapi og ættarliðum, sum fara at liva so leingi fjøllini standa og aldurnar bróta. Í Miðvági, í Føroyum, á heimsins høvum – og allastaðni, har fólk gleðast um lív, vón, íverksetan og felagsskap.
Høgni Hoydal
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2023