Kvinnurnar løgdu til brots aftur eftir summarsteðgin hósdagin, og í Klaksvík tók oddaliðið KÍ ímóti HB, sum er á triðja plássi.

Undan dystinum varð Eyðvør Klakstein kunngjørd og heiðrað sum besti spælarin í juni/juli. Tað eru venjararnir í deildini, umframt umboð fyri Televarpið, sum velja besta spælaran hvønn mánað, og hesaferð var breið semja um, at Eyðvør skaraði framúr fyri summarsteðgin.

Í hesum sambandi handaði mamma Eyðvør, Bára Skaale Klakstein, dóttrini ein gávukekk frá HAPS á 1000 krónur umframt eina glasstandmynd, sum Betri hevur latið.

Í sjálvum dystinum hildu Eyðvør og KÍ kvinnurnar fram í sama stíli sum fyri summarsteðgin við 2-0 sigri, og Eyðvør gjørdi ikki mætari enn at skora málið til 2-0. Fyrra málið í dystinum skoraði Tóra Mohr.

Sama kvøld vann NSÍ ikki minni enn 10-0 móti EBS/Skála við Margáir.

Tveir dystir verða spældir um vikuskiftið:

Leygardagin 5. august kl. 13: 07 Vestur - Víkingur
Sunnudagin 6. august kl. 14.30: TB/FCS/Royn - B36

Støðan:

KÍ 39 stig
NSÍ 26 stig
HB 25 stig
B36 21 stig
Víkingur 14 stig
07 Vestur 12 stig
EBS/Skála 4 stig
TB/FCS/Royn 2 stig

HB, B36, Víkingur og EBS/Skála hava spælt 12 dystir, hini feløgini 13.